text
stringlengths
1
888k
Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við, við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika, og leggja tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins. Eitt likam og ein andi, eins og tit eisini vórðu kallaðir til eina vón í kallan tykkara, ein harri, ein trúgv, ein skírn; ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum. Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við. Tí verður tað sagt: «Hann fór upp til hæddar og førdi burtur fangar og gav monnunum gávur.» Men hetta «hann fór upp», hvat er tað annað enn tað, at hann eisini fór niður til hinar lægru partarnar á jørðini? Tann, sum fór niður, er eisini hin sami, sum fór upp, høgt upp um allar himnar, til tess at hann skuldi fylla alt. Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists, fyri at vit ikki longur skulu vera ómyndingar, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu; men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus, so at alt likamið, samanfest og samanbundið við einum og hvørjum liði, sum ger sítt gagn samsvarandi teirri kraft, sum hvørjum einstøkum luti er tilmáld, veksur likamsins vøkstur til uppbygging sína í kærleika. Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns, myrktir sum teir eru í hugsunarhátti sínum, ókunnigir við lív Guðs vegna ta fákunnu, sum er í teimum og sum kemur av herðingini í hjarta teirra, við tað at teir dulir eru farnir út í ólevnað, til alskyns óreinskugerð í ágirnd. Men tit hava ikki á tílíkan hátt lært um Krist, um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum, men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara, og íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað eftir Guði í rættlæti og heilagleika sannleikans. Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum. Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara! Og gevið ikki djevlinum nakað føri! Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð! Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra. Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin! Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi! Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.
Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga. Men ólevnað og alskyns óreinska ella ágirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd tykkara millum, soleiðis sum tað sømir heilagum; og ikki heldur ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð! Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs. Eingin villi tykkum við tómum orðum, tí at fyri slíkt kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins! Verðið tí ikki lagsmenn teirra! Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins – tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika – so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í. Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av, men revsið teir heldur! Tí at tað, sum í loyndum verður gjørt av teimum, er tað ein skomm bert at tala um. Men alt tað, sum revsað verður, verður opinberað av ljósinum; tí at alt, sum opinberað verður, er ljós. Tí verður tað sagt: «Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!» Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum, so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists! Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar eins og Harranum. Tí at maðurin er høvur konunnar, líkasum Kristus er høvur kirkjuliðsins, hann sum er frelsari likamsins. Men eins og kirkjuliðið er Kristi undirgivið, soleiðis skulu eisini konurnar vera monnum sínum undirgivnar í øllum lutum. Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað, so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum, til tess at hann sjálvur kundi leiða kirkjuliðið fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, men so at tað kundi vera heilagt og lýtaleyst. Soleiðis eiga menninir at elska konur sínar eins og síni egnu likam. Tann, sum elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; tí at vit eru limir á likami hansara. Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold. Hetta loyndarmálið er stórt; men eg meini við Krist og kirkjuliðið. Men ið hvussu er, skulu eisini tit, og hvør fyri seg, elska sína egnu konu eins og seg sjálvan, og konan skal óttast mann sín.
Tit børn, lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt. «Æra faðir tín og móður tína,» – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, – «fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.» Og tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans! Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta, við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur. Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur. Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala. Men fyri at tit eisini kunnu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, so skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, greiða tykkum frá øllum; hann havi eg sent til tykkara beint av teirri grund, at tit skulu fáa at vita, hvussu standurin er hjá okkum, og at hann kann ugga hjørtu tykkara. Friður veri við brøðrunum og kærleiki við trúgv frá Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi! Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika!
Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu, heilsa øllum hinum heilagu í Kristi Jesusi, sum eru í Filippi, saman við tilsjónarmonnum og tænarum í kirkjuliðinum. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki Guði mínum, hvørja ferð eg hugsi um tykkum, við tað at eg altíð í hvørji bøn míni við gleði geri bøn fyri tykkum øllum, fyri samfelag tykkara um gleðiboðskapin frá fyrsta degi og líka til nú, fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag, soleiðis sum tað jú er beint av mær at hava hesa hugsan um tykkum allar, av tí at eg havi tykkum í hjarta mínum bæði í leinkjum mínum, og tá ið eg verji og staðfesti gleðiboðskapin, við tað at tit allir eru samfelagar við mær um náðina. Tí at Guð er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við Krists Jesu inniliga hjartalagi. Og hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi, so at tit mega kunna meta um hinar ymissu lutirnar, fyri at tit mega vera reinir og meinaleysir til Krists dag, fyltir við rættferðar frukt, sum fæst við Jesusi Kristi, Guði til dýrdar og lovs. Men eg vil, brøður, at tit skulu vita, at viðurskifti míni heldur hava verið til frama fyri gleðiboðskapin, so at tað er vorðið kunnigt fyri øllum lívvaktarliðinum og fyri øllum øðrum, at eg eri í leinkjum fyri Krists skuld; og teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guðs orð uttan ótta. Summir prædika sjálvandi Krist av øvund og klandursemi, men summir eisini av góðum huga. Hesir gera tað av kærleika, tí at teir vita, at eg eri settur til at verja gleðiboðskapin; men hinir gera tað av meinfýsni, ikki av reinum huga, men við teirri hugsan, at leggja trongd oman á leinkjur mínar. Hvat um tað? Ið hvussu er, verður Kristus boðaður á allan hátt, annaðhvørt tað nú er á kvamsvís ella í sannleika; og hetta eri eg glaður um, ja, eg skal eisini framvegis vera glaður; tí at eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu fyri bøn tykkara og hjálp av anda Jesu Krists. Og tað er hin inniliga tráan mín og vón, at eg í ongum luti má verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, soleiðis eisini nú, í øllum frímóði má verða dýrmettur í likami mínum, annaðhvørt við lívi ella við deyða. Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. Men um so er, at tað at liva í holdinum veitir mær ávøkstur av arbeiði mínum, tá veit eg ikki, hvat eg skal velja. Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri; men at verða verandi í holdinum er neyðsynligari fyri tykkara skuld. Og í hesum treysti veit eg, at eg skal verða á lívi og skal verða verandi hjá tykkum øllum, til frama hjá tykkum og gleði í trúnni, fyri at rós tykkara kann verða tess størri í Kristi Jesusi fyri mína skuld, við tað at eg komi aftur til tykkara. Men ið hvussu er, skulu tit liva lív tykkara, sum tað sømir gleðiboðskapinum um Krist, fyri at eg, annaðhvørt eg komi og síggi tykkum, ella eg eri frástaddur, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda og við eini sál stríða saman fyri trúnni á gleðiboðskapin, og ikki í nøkrum luti lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum; tí at hetta er fyri teir eitt merki um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði. Tí at tann náði er tykkum givin fyri Krists skuld, ikki bert at trúgva á hann, men eisini at líða fyri hansara skuld, við tað at tit hava sama stríðið, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.
Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn, tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga, einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan, og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava. Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi. Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs. Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan; tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka. Gerið alt uttan meinskan og iving, fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum, við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis. Ja, um eg sjálvur verði ofraður, meðan eg geri altartænastu fyri trúgv tykkara og beri hana fram sum offur, so gleðist eg og samgleðist við tykkum øllum. Á sama hátt skulu eisini tit gleðast og samgleðast við mær. Men eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg brátt kann senda Timoteus til tykkara, so at eisini eg kann verða glaður í huga, tá ið eg fái at vita, hvussu tað veit við hjá tykkum; tí at ongan havi eg hansara líka í lyndi, sum so trúliga vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við. Tí at allir søkja teir sítt egna, men ikki tað, sum hoyrir Kristi Jesusi til. Men hansara roynda trúskap vita tit um, at hann hevur tænað fyri gleðiboðskapinum saman við mær, eins og barn tænar faðir sínum. Hann vóni eg tá at fáa sent, líka skjótt sum eg síggi, hvat ið úrslitið verður hjá mær. Men eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt. Men eg helt tað vera neyðugt at senda til tykkara Epafroditus, bróður mín og starvsfelaga og stríðsfelaga, men sendimann tykkara og ørindreka til at veita mær hjálp í trongd míni; av tí at honum longdist eftir tykkum øllum og hann hevði nógva órógv á sær, tí at tit høvdu hoyrt, at hann hevði verið sjúkur. Tí at hann var reiðuliga sjúkur, komin til deyða; men Guð miskunnaði honum, og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg oman á sorg. Tí sendi eg hann so mikið skjótari, fyri at tit kunnu verða glaðir aftur, tá ið tit fáa at síggja hann, og eg kann verða meira ekkaleysur. Takið tá móti honum í Harranum við allari gleði, og havið slíkar menn í æru; tí at fyri Krists gernings skuld var hann komin til deyða, við tað at hann setti lív sítt í váða, fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.
Annars, brøður mínir, gleðið tykkum í Harranum! At skriva tað sama til tykkara er einki stríð hjá mær, men tykkum er tað til styrkingar. Gevið gætur eftir hundunum; gevið gætur eftir hinum ringu arbeiðismonnunum; gevið gætur eftir sundurskeringini! Tí at vit eru hinir umskornu, vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið, tó at eg havi tað, sum eg kundi troystað á eisini í holdinum. Um einhvør annar tykist at kunna troysta á holdið, tá kann eg tað meira. Eg eri umskorin áttanda dagin, av Ísraels fólki, Benjamins ætt, Hebreari av Hebrearum, viðvíkjandi lóg ein Fariseari; viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi. Men tað, sum var mær ein vinningur, tað havi eg fyri Krists sakir hildið vera tap. Ja, av sonnum haldi eg eisini alt vera tap móti tí, sum er so nógv mætari: kunnleikin um Krist Jesus, harra mín; fyri hansara skuld havi eg mist tað alt samalt og meti tað javnt við skarn, fyri at eg má vinna Krist, og verða funnin í honum, so at eg ikki havi rættvísi mína, hana sum fæst av lóg, men hana sum fæst við trúgv á Krist, rættvísina frá Guði trúar vegna, til tess at eg má kenna hann og kraftina av uppreisn hansara og samfelagið í líðingum hansara, við tað at eg verði sammyndaður við hann í deyða hansara, um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum. Tað er ikki so, at eg longu havi náað tí ella longu eri fullkomin, men eg strembi eftir tí, um eg skuldi kunnað gripið tað, við tað at eg eisini eri gripin av Kristi Jesusi. Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað, men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. Latum okkum tí, so mangir sum fullkomnir eru, hava hetta huglyndi! Og um tit í einumhvørjum hugsa øðrvísi, tá skal Guð eisini opinbera tykkum hetta. Bert at vit, so langt vit eru komnir, halda somu leið. Verðið, brøður, samlíkir mær, og gevið tykkum far um teir, ið liva eftir tí fyridømi, sum tit hava í okkum. Tí at mangir liva – eg havi ofta sagt tykkum tað, og nú sigi eg tað eisini grátandi – sum fíggindar av krossi Krists, endi teirra er glatan, gudur teirra er búkurin, og æru sína seta teir í skemd sína, teir sum tráa eftir lutunum á jørðini. Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist, hann sum skal umskapa neyðarlikam okkara í somu mynd sum dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum hann er mentur eisini at leggja alt undir seg við. 4,1 Tess vegna, brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið soleiðis fastir í Harranum, elskaðu tit!
Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at tær skulu vera samlyntar í Harranum. Ja, eg biði eisini teg, mín trúgva starvsfelaga, um at vera teimum til hjálpar, tí at tær stríddust saman við mær í gleðiboðskapinum í felagi við Klemens og øðrum starvsfeløgum mínum, – nøvn teirra standa í lívsins bók. Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! Tað, sum tit bæði hava lært og tikið við og hoyrt og sæð til mín, gerið tað, og Guð friðarins skal vera við tykkum. Men eg var ógvuliga glaður í Harranum um tað, at tit nú til endans eru komnir aftur fyri tykkum, so at tit hava kunnað hugsað um mítt gagn, sum tit eisini fyrr hugsaðu um, men tit høvdu tá einki føri. Hetta sigi eg ikki av teirri grund, at mær hevur trotið; tí at eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi. Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava almikið; í øllum viðurskiftum og í øllum lutum havi eg lært tað loyndarmál bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava almikið og at hava trot. Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. Kortini gjørdu tit væl í at taka lut við mær í trongd míni. Men tit vita eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstuni, tá ið gleðiboðskapurin varð tikin upp, ta ferðina eg fór burtur úr Makedóniu, tá var einki kirkjulið, sum hevði viðurskifti við meg um latið og fingið, uttan tit einir. Tí at eisini í Tessalóniku sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær var tørvur á. Ikki fyri tað at eg trái eftir gávuni, men eg trái eftir ávøkstinum, sum ríkliga kemur tykkum til góða. Men nú havi eg alt og havi almikið, eg havi í yvirflóð, síðan eg við Epafroditusi fekk sendingina frá tykkum, ein yndisligan anga, eitt fagnaðaroffur, Guði væl toknað. Men Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi. Men Guði og faðir várum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. Heilsið einum og hvørjum heilagum í Kristi Jesusi! Brøðurnir, sum eru hjá mær, lata heilsa tykkum. Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, men mest tey, sum hoyra til hús keisarans. Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og bróðirin Timoteus til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! Vit takka Guði og faðir várs harra Jesu Krists altíð, tá ið vit biðja fyri tykkum, eftir at vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Krist Jesus og um kærleikan, sum tit hava til øll hini heilagu, vegna ta vón, sum tykkum er goymd í himnunum, hana sum tit áður hava hoyrt um í sannleiksorði gleðiboðskaparins, sum er komin til tykkara, eins og hann eisini er í øllum heiminum og ber ávøkst og veksur, líkasum eisini hjá tykkum, frá tí degi, tá ið tit hoyrdu hann og fingu at kenna náði Guðs í sannleika, soleiðis sum tit eisini hava lært av Epafrasi, okkara elskaða samtænara, sum er ein trúgvur tænari Krists fyri tykkum, hann sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í andanum. Tess vegna hava vit, frá tí degi vit hoyrdu tað, ikki heldur hildið uppat at gera bøn fyri tykkum og biðja um, at tit mega verða fyltir við kunnleika um vilja hansara í øllum vísdómi og andligari skynsemi, so at tit hava eina slíka atferð, sum tað høvir fyri Harranum, honum til allan hugnað, við tað at tit bera ávøkst og vaksa í øllum góðum verki við kunnleikanum um Guð, av tí at tit verða styrktir við allari kraft eftir dýrdar mátti hansara til alt tolmóð og langmóð við gleði og takka faðirinum, sum gjørdi okkum dúgligar til at fáa part í arvaluti teirra heilagu í ljósinum, hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns, sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna. Og hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning, tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. Og hann er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins, hann sum er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu, fyri at hann í øllum lutum skuldi vera fremstur. Tí at í honum líkaði tað Guði, at øll fyllingin skuldi búgva, og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. Eisini tykkum, sum áður vóru vorðnir fremmandir og fíggindar í huga tykkara, soleiðis sum tit livdu í illum gerningum, hevur hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami hansara við deyðanum, til tess at lata tykkum koma fram fyri ásjón sína heilagar og lýtaleysar og ólastandi, so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá. Nú eri eg glaður í líðingum mínum fyri tykkara skuld og uppfylli í holdi mínum tað, sum enn vantar í trongdum Krists, fyri likam hansara, sum er kirkjuliðið, sum eg eri vorðin tænari hjá samsvarandi tí Guðs húshaldi, sum mær er litið til viðvíkjandi tykkum: til fulnar at boða Guðs orð, tann loyndardómin, sum hevur verið duldur frá tí, at allar øldir og ættir vórðu til, men nú er opinberaður fyri hansara heilagu, sum Guð vildi gera kunnigt, hvussu stórur ríkdómurin í hesum loyndardómi er heidninganna millum, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar. Og hann boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi; og við hetta strevist eg eisini, við tað at eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft.
Tí at eg vil, at tit skulu vita, hvussu stórt stríð eg havi fyri tykkara skuld og teirra í Laodikeu og alra teirra, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum, fyri at hjørtu teirra mega verða magnað, við tað at tey verða samanbundin í kærleika og vinna fram til allan ríkdómin í teirri fullvissu skynsemi, til kunnugleika um loyndardóm Guðs, tað er Krist, sum allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans eru fjaldir í. Hetta sigi eg, fyri at eingin skal reingja tykkum við lokkandi orðum; tí at um eg eri frástaddur í holdinum, eri eg kortini hjá tykkum í andanum, og eg eri glaður við at síggja tað góða lagið hjá tykkum og fastleikan í trúgv tykkara á Krist. Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum, í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð. Gevið tí gætur, at eingin skal vera til at hertaka tykkum við heimspeki og tómari villu samsvarandi mannafrásøgnum, samsvarandi heimsins barnalærdómi og ikki samsvarandi Kristi; tí at í honum býr øll fylling guddómsins likamliga; og tit eru fyltir í honum, hann sum er høvdið yvir øllum valdi og harradømi; í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists, av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum, sum tit eisini vórðu uppreistir í saman við honum við trúnni á Guðs kraft, sum reisti hann upp frá deyðum. Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum. Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka, ella hvat ið viðvíkur hátíðum ella nýmánum ella hvíludøgum; hetta er bert skuggi av tí, sum koma skuldi, men likamið er Krists. Latið ongan døma sigursprísin frá tykkum, sum hevur hugnað í eyðmýkt og eingladýrkan, við tað at hann fæst við sjónir sínar, er grundaleyst hástórur av sínum holdliga huga, og ikki heldur fast við høvdið, hann sum alt likamið veksur Guðs vøkstur út frá, útgjørt og samanbundið við liðum sínum og bondum. Eru tit deyðir við Kristi burtur frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, eins og livdu tit í heiminum, slík boð leggjast fyri tykkum: «Tak ikki, smakka ikki, nem ikki við!» – alt hetta er tó ætlað til at farast við at verða nýtt – samsvarandi mannaboðum og mannalærdómum? Hetta hevur væl orð fyri vísdóm við sjálvgjørdari dýrkan og eyðmýkt og eirindaloysi móti likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert, eina til mettu fyri holdið.
Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guðs. Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! Tí at tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Guði. Tá ið Kristus, lív okkara, verður opinberaður, tá skulu eisini tit verða opinberaðir við honum í dýrd. So deyðið tá hinar jørðisku limirnar, ólevnað, óreinsku, fýsni, illa lyst og ágirnd, sum ikki er annað enn avgudadýrkan; fyri hetta kemur Guðs vreiði. Eisini tit vóru áður uppi í hesum, tá ið tit livdu í tí. Men nú skulu eisini tit leggja tað alt samalt av, vreiði, bræði, illskap, háðan, illavorðið tos av munni tykkara. Ljúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava avklæðst hina gomlu menniskjuna við gerningum hennara og íklæðst hina nýggju, sum verður endurnýggjað til kunnleika samsvarandi mynd hansara, sum skapaði hana, har sum ikki er Grikki og Jødi, umskering og yvirhúð, barbárur, Skýtti, trælur, frælsur maður, men Kristus er alt og í øllum. So íklæðist tá eins og Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu, hjartaliga miskunn, góðvild, eyðmýkt, spaklyndi, langmóð, so at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! Men fram um alt hetta íklæðist kærleikan, sum er band fullkomileikans! Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum. Tit konur, verið monnunum undirgivnar, sum tað sømir í Harranum. Tit menn, elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! Tit børn, verið foreldrum tykkara lýðin í øllum lutum; tí at tað er hugnaligt í Harranum! Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð. Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, við tað at tit vita, at tit afturfyri av Harranum skulu fáa arvin í løn. Tit tæna Harranum Kristi. Men tann, sum ger órætt, skal fáa tað afturgoldið, sum hann gjørdi órætt, og tað verður ikki gjørdur mannamunur. 4,1 Tit harrar, gerið tit móti tænarum tykkara tað, sum rætt og beint er, við tað at tit vita, at tit við hava harra á himni!
Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Guð má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala. Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina! Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga. Hvussu tað veit við hjá mær, skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin og samtænarin í Harranum, gera tykkum alt samalt kunnigt; hann sendi eg til tykkara, beint tí at tit skulu fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá okkum, og tí at hann skal ugga hjørtu tykkara, saman við Onesimusi, hinum trúgva og elskaða bróðurinum, sum er frá bygd tykkara. Teir skulu greiða tykkum frá, hvussu alt stendur til her. Aristarkus, samfangi mín, letur heilsa tykkum, og Markus, systkinabarn Barnabasar, sum tit hava fingið boð um, – um hann kemur til tykkara, tá takið ímót honum – og Jesus, sum kallast Justus, sum av hinum umskornu eru teir einastu samarbeiðarar fyri Guðs ríki, sum eru vorðnir mær ein troyst. Epafras letur heilsa tykkum, hann sum er frá bygd tykkara, ein Krists Jesu tænari, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, fyri at tit mega standa fullkomnir og fullvísir í øllum vilja Guðs. Tí at eg gevi honum tann vitnisburð, at hann hevur mikið stríð fyri tykkum og teimum í Laodikeu og teimum í Hierapolis. Lukas, hin elskaði læknin, letur heilsa tykkum, og Demas. Heilsið brøðrunum í Laodikeu og Nymfas og kirkjuliðinum í húsum teirra. Og tá ið hetta brævið er lisið upp hjá tykkum, gerið tá tað, at tað eisini verður lisið upp í kirkjuliðinum hjá Laodikeumonnum, og at tit eisini lesa brævið frá Laodikeu! Og sigið við Arkippus: «Gev gætur eftir teirri tænastuni, sum tú hevur tikið við í Harranum, at tú útinnir hana!» Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist til leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum!
Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! Vit takka altíð Guði fyri tykkum allar, tá ið vit minnast til tykkara í bønum okkara, við tað at vit fyri ásjón Guðs og faðirs várs javnt og samt minnast virksemi tykkara í trúnni og arbeiði tykkara í kærleikanum og áhaldni tykkara í vónini á váran harra Jesus Krist, av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir; tí at gleðiboðskapur okkara kom ikki til tykkara bert í orðum, men eisini í kraft og í heilagum anda og í miklari fullvissu, soleiðis sum tit jú vita, hvussu vit vóru tykkara millum fyri tykkara skuld. Og tit eru vorðnir eftirfylgjarar okkara og Harrans, tá ið tit tóku ímót orðinum við gleði í heilagum anda, tó at tit vóru í miklari trongd; so at tit eru vorðnir ein fyrimynd fyri øllum hinum trúgvandi í Makedóniu og í Akkeu. Tí at frá tykkum hevur orð Harrans ljómað ikki bert í Makedóniu og Akkeu, men allar staðir er trúgv tykkara á Guð komin út, so at tað ikki er okkum neyðugt at tala um tað; tí at teir siga sjálvir frá tí um okkum, hvørja inngongd vit fingu hjá tykkum, og hvussu tit vendu um til Guðs frá skurðgudunum, til tess at tæna livandi og sonnum Guði, og vænta son hansara frá himnunum, sum hann reisti upp frá deyðum, Jesus, sum frelsir okkum frá hini komandi vreiðini.
Tit vita jú sjálvir, brøður, um inngongd okkara hjá tykkum, at hon ikki hevur verið til einkis. Men tó at vit frammanundan høvdu tolt ilt og verið illa viðfarnir í Filippi, sum tit vita, høvdu vit treyst í Guði okkara at tala gleðiboðskap Guðs til tykkara, um enn stríðið var stórt; tí at boðan okkara var ikki sprottin av villu ella av óreinsku og kom heldur ikki við sviki. Men líkasum vit av Guði eru hildnir verdir til at fáa gleðiboðskapin litnan til, soleiðis tala vit, ikki fyri at tekkjast monnum, men Guði, honum, sum rannsakar hjørtu okkara. Tí at hvørki fóru vit á nøkrum sinni fram við fagurlátum orðum, sum tit vita, ella við kávalæti fyri girnd, – Guð er vitni, og ikki heldur søktu vit æru av monnum, hvørki av tykkum ella av øðrum, tó at vit sum ápostlar Krists væl kundu kravt sømdir. Men vit fóru fram við mildi tykkara millum; eins og móðir huglar um børn síni, soleiðis høvdu vit hug til av inniligum kærleika til tykkara at býta við tykkum ikki bert gleðiboðskap Guðs, men eisini okkara egna lív, av tí at tit vóru vorðnir okkum elskuligir. Tí at tit minnast, brøður, arbeiði okkara og stríð: Meðan vit arbeiddu nátt og dag, fyri ikki at vera nøkrum av tykkum til tyngslu, prædikaðu vit gleðiboðskap Guðs fyri tykkum. Tit eru vitni, og Guð, hvussu heilag og rættulig og ólastulig øll okkara atferð var hjá tykkum, sum trúgva, líkasum tit vita, hvussu vit ámintu og uggaðu hvønn einstakan av tykkum eins og faðir børn síni, og bønaðu tykkum, at tit skuldu liva sum tað er sámiligt fyri Guði, sum kallaði tykkum til ríki sítt og dýrd sína. Og tess vegna takka vit eisini Guði uttan íhald, tí at, tá ið tit tóku við Guðs orði, sum tit hoyrdu av okkum, tá tóku tit ikki við tí sum mannaorði, men sum Guðs orði, sum tað av sonnum er, ið eisini er virksamt í tykkum, sum trúgva. Tí at tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar av teimum kirkjuliðum Guðs, sum eru í Júdeu í Kristi Jesusi, við tað at eisini tit hava tolt tað sama av tykkara egnu ættarfrændum, sum tey hava tolt av Jødum, sum bæði tóku Harran Jesus av lívi og profetarnar, og sum róku okkum út og ikki hugna Guði og standa øllum menniskjum ímót, við tað at teir vilja meina okkum at tala fyri heidningunum, so at teir mega verða frelstir, fyri at teir altíð mega fylla syndamál sítt. Men vreiðin er komin yvir teir til fulnar. Men vit, brøður, sum eina stokkuta tíð hava verið skildir frá tykkum, hvat ið ásjónini viðvíkur, ikki hvat ið hjartanum viðvíkur, hava gjørt okkum tess meira ómak fyri at fáa andlit tykkara at síggja, av stórum longsli; tí hava vit havt í ætlan at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir, men Sátan hevur forðað okkum. Tí at hvør er vón okkara ella gleði okkara ella heiðurskransur okkara, um ikki tit við eru tað frammi fyri ásjón várs harra Jesu í komu hansara? Tit eru jú heiður okkara og gleði.
Tá ið vit tí ikki longur kundu halda tað út, gjørdu vit av at verða einsamallir eftir í Aten, og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guðs í gleðiboðskapinum um Krist, til at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara, fyri at eingin skuldi vikast í hesum trongdum. Tit vita tað sjálvir, at til tess eru vit ætlaðir. Tí at longu tá ið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum tað frammanundan, at vit skuldu koma at líða trongdir, soleiðis sum tað eisini er hent, og sum tit vita. Tí sendi eg eisini boð, tá ið eg ikki longur kundi halda tað út, fyri at fáa at vita um trúgv tykkara, um freistarin mundi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara skuldi verða til einkis. Men nú, tá ið Timoteus er komin aftur til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv tykkara og kærleika, og um at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist eftir at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum, so hava vit, brøður, av hesum fingið uggan viðvíkjandi tykkum í allari neyð og trongd okkara, við trúgv tykkara. Tí at nú liva vit, tá ið tit standa fastir í Harranum. Tí at hvørja tøkk kunnu vit geva Guði fyri tykkum, aftur fyri alla ta gleði, sum vit gleðast við um tykkum frammi fyri ásjón Guðs várs, meðan vit nátt og dag bønliga biðja um, at vit mega fáa andlit tykkara at síggja og kunnu bøta um tað, sum vantar á í trúgv tykkara? Men sjálvur Guð og faðir vár, og vár harri Jesus greiði veg okkara til tykkara! Og tykkum fylli Harrin og geri tykkum ovurríkar í kærleikanum hvør móti øðrum og móti øllum, soleiðis sum eisini vit móti tykkum, fyri at hann kann styrkja hjørtu tykkara, so at tey verða ólastandi í heilagleika frammi fyri Guði og faðir várum við komu várs harra Jesu saman við øllum heilagum sínum! Amen.
Annars biðja vit nú tykkum, brøður, og áminna tykkum í Harranum Jesusi, at líkasum tit hava lært av okkum, hvussu tit eiga at liva og toknast Guði, soleiðis sum atferð tykkara eisini er, at tit soleiðis mega gera alt meiri og meiri framstig. Tit vita jú, hvørji boð vit góvu tykkum við Harranum Jesusi. Tí at hetta er Guðs vilji, halgan tykkara, at tit halda tykkum frá ólevnaði, at ein og hvør av tykkum veit at vinna sær sítt egna ker í heilagskapi og heiðuri, og ikki í girndarfýsni eins og heidningar, sum ikki kenna Guð; at eingin órættar ella svíkur bróður sín í nøkrum viðurskifti; tí at Harrin er hevnari av øllum slíkum, soleiðis sum vit eisini áður hava sagt tykkum og vitnað fyri tykkum. Tí at ikki kallaði Guð okkum til óreinsku, men til halganar. Tann, sum tí vanvirðir hetta, vanvirðir ikki eina menniskju, men Guð, sum eisini gevur heilaga anda sín til tykkara. Men ikki hava tit fyri neyðini, at eg skrivi til tykkara um bróðurkærleikan; tí at tit eru sjálvir upplærdir av Guði til at elska hvør annan; og hetta gera tit jú eisini móti øllum brøðrunum í allari Makedóniu; men vit áminna tykkum, brøður, at gera alt meiri og meiri framstig, og at seta eina æru í tí at liva stillisliga og varða hvør um sítt egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit hava boðið tykkum, fyri at tit mega sýna teimum, sum uttanfyri eru, eina sámiliga atferð, og tit ikki skulu treingja til nakran. Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón. Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum. Tí at hetta siga vit tykkum, við einum orði Harrans, at vit, sum liva og verða eftir til komu Harrans, skulu als ikki koma undan teimum, sum sovnað eru burtur; tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs básúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp; síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tí hvør annan við hesum orðum!
Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara; tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt. Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan. Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins. Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir! Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm. Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi, sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum. Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera! Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum, og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum! Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll! Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. Sløkkið ikki andan! Vanmetið ikki profetaorð! Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er! Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi! Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists! Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað. Brøður, biðið fyri okkum! Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi! Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!
Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi: Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Tað er skylda okkara, brøður, at takka Guði altíð fyri tykkum, soleiðis sum sámiligt er; tí at trúgv tykkara tekur til í stórum og kærleikin tykkara millum økist hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum, so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í kirkjuliðum Guðs fyri tolmóð tykkara og trúgv í øllum atsóknum tykkara og teimum trongdum, sum tit tola – – eitt merki um Guðs rættvísa dóm, – fyri at tit skulu verða hildnir verdigir til Guðs ríki, sum tit eisini líða fyri, so satt sum tað er rætt hjá Guði at geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum, og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins, í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus, teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara, tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð. Av teirri orsøk biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Guð okkara má halda tykkum kallinum verdigar og við kraft fullkoma allan hug at tí, sum gott er, og virksemi í trúgv, fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists.
Men vit biðja tykkum, brøður, viðvíkjandi komu várs harra Jesu Krists og samfundi okkara við hann, at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. Latið ongan villa tykkum á nakran hátt; tí at fyrst má jú fráfallið koma, og syndarinnar maðurin verða opinberaður, glatunnar sonurin, hann sum setir seg ímót og hevjar seg upp yvir alt, sum kallast Guð ella halgidómur, so at hann setir seg í Guðs tempul og sigur seg sjálvan vera Guð. Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? Og nú vita tit, hvat ið heldur honum aftur, inntil hann verður opinberaður í sínum tíma. Tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av veginum; og tá skal lógloysingurin verða opinberaður, – hann sum Harrin Jesus skal týna við anda muns síns og forkoma við opinbering komu sínar – og koma hansara fer fram samsvarandi Sátans kraft við alskyns mátti og teknum og undrum av lygnini og við alskyns svikum av órættvísini fyri tey, sum glatast, av tí at tey ikki tóku við kærleikanum til sannleikan, so at tey kundu verða frelst. Og tí sendir Guð teimum kraftmikla villing, so at tey trúgva lygnini, fyri at øll tey skulu verða dømd, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt hugnað í órættvísini. Men tað er skylda okkara altíð at takka Guði fyri tykkum, brøður, elskaðir av Harranum, at Guð frá upphavi hevur valt tykkum út til frelsu við halgan andans og trúgv á sannleikan, sum hann kallaði tykkum til við gleðiboðskapi okkara, til at ognast dýrd várs harra Jesu Krists. Brøður, standið tí treystir og haldið fast við teir lærdómar, sum tit hava lært, annaðhvørt við talu okkara ella við brævi frá okkum! Men sjálvur harri vár, Jesus Kristus, og Guð, faðir vár, sum elskaði okkum og gav okkum í náði æviga troyst og góða vón, hann troysti hjørtu tykkara og styrki tykkum í einum og hvørjum góðum verki og orði!
Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári, til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum! Sum eg álegði tær at verða verandi í Efesus, tá ið eg fór til Makedóniu, fyri at tú skuldi bjóða summum monnum ikki at fara við fremmandari læru, og ikki at taka eftir ævintýrum og endaleysum ættartølum, sum heldur elva trætur enn fremja húshald Guðs í trúgv, ger tú so! Men endamál boðsins er kærleiki av reinum hjarta og góðari samvitsku og falsleysari trúgv, sum summir eru viknir frá og hava tikið sær ónyttutalu fyri, við tað at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um. Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt, og hann veit tað, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, gudleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum, horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni, samsvarandi gleðiboðskapinum um dýrd hins sæla Guðs, sum mær er litin til. Eg takki honum, sum meg gjørdi sterkan, Kristi Jesusi, harra várum, fyri tað at hann helt meg vera trúgvan, við tað at hann setti meg til tænastu, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv, og náði várs harra varð ovurstór við trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; men tí varð mær miskunnað, at Kristus Jesus skuldi sýna á mær, sum var fremstur, alt langmóð sítt, til eitt fyridømi fyri teimum, sum skuldu trúgva á hann til ævigt lív. Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen. Hesa fyriskipan seti eg tær fyri, sonur mín Timoteus, samsvarandi teimum profetaorðum, sum áður eru talað um teg, at tú í teimum stríðir hitt góða stríðið, við tað at tú hevur trúgv og góða samvitsku, sum summir hava koyrt frá sær og hava liðið skipbrot á trúnni; teirra millum eru teir Hýmeneus og Aleksander, sum eg havi givið upp til Sátan, fyri at teir mega verða agaðir til at lata vera at spotta.
Tað er eitt satt orð: Um einhvør tráar eftir umsjónarembæti, tá er tað ein vakur gerningur, sum hann hevur hug til. Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur, ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma – um einhvør ikki hevur skil á at standa fyri sínum egna húsi, hvussu skal hann tá kunna hava umsorgan fyri kirkjuliði Guðs? – ikki nýggjur í trúnni, fyri at hann ikki skal verða hástórur og falla inn undir dóm djevulsins. Men hann eigur eisini at hava gott ummæli hjá teimum, sum eru uttanfyri, til tess at hann ikki skal verða fyri háð og falla í snerru djevulsins. Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi, og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. Men eisini hesir skulu fyrst verða royndir, síðan skulu teir veita tænastu í kirkjuliðinum, um teir eru ólastandi. Somuleiðis eiga konur at vera siðaðar, ikki baktalandi, fráhaldandi, trúgvar í øllum lutum. Kirkjuliðstænarar skulu vera einar konu menn og standa væl fyri børnum sínum og sínum egnu húsum. Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus. Hetta skrivi eg til tín, tó at eg vóni brátt at koma til tín, fyri at tú skalt vita, um eg skuldi verið tarnaður, hvussu tað eigur at vera farið fram í Guðs húsi, sum er kirkjulið hins livandi Guðs, stólpi og grundvøllur sannleikans. Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.
Men andin sigur beinan vegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum við falslæti av lygilærarum, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku, teir sum seta forboð fyri at giftast og bjóða monnum at halda sær frá tí mati, sum Guð hevur skapað til tess, at hann skal verða tikin ímót við takksemi av teimum, sum trúgva og hava fingið sannleikan at kenna. Tí at allur skapningur Guðs er góður, og einki er at kasta burtur, tá ið tað verður tikið ímót við takksemi; tí at tað verður halgað við Guðs orði og bøn. Tá ið tú heldur hesum fram fyri brøðrunum, ert tú ein góður Krists Jesu tænari, við tað at tú elst upp við orðunum av trúnni og hini góðu læruni, sum tú hevur fylgt. Men havna tú vanheilagum kellinga ævintýrum, men ven heldur teg sjálvan til gudsótta! Tí at hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið, men gudsóttin er nyttuligur til allar lutir, við tað at hann hevur fyrijáttan bæði fyri hetta lív og fyri hitt komandi. Tað orðið er satt og allar staðir tess vert, at tikið verður við tí. Tí at fyri tess skuld tola vit bæði møði og stríð, av tí at vit hava sett vón okkara á hin livandi Guð, sum er frelsari hjá øllum menniskjum, mest hjá teimum, sum trúgva. Bjóð tú hetta og lær tað! Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín, men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika, í trúgv, í reinleika. Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni! Vanrøk tú ikki náðigávuna, sum í tær er, sum varð tær givin samsvarandi profetaorðum við handaálegging hinna elstu. Hugsa um hetta, liv í hesum, fyri at framgongd tín má vera øllum kunnug! Gev gætur eftir tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Gamlan mann mást tú ikki deila; men áminn hann sum faðir, ungar menn sum brøður, gamlar konur sum møður, ungar konur sum systrar, í øllum reinleika! Æra einkjur, sum í roynd og veru eru einkjur. Men um einhvør einkja hevur børn ella barnabørn, tá lat tey læra fyrst og fremst at sýna skyldu sína móti sínum egna húsi og at veita foreldrum sínum endurgjald; tí at hetta er tekkiligt í Guðs eygum. Men tann, sum í roynd og veru er einkja og stendur einsamøll, hevur sett vón sína til Guðs og heldur á við ákallan og bønum nátt og dag; men tann, sum livir, sum henni lystir, er livandi deyð. Legg teimum eisini hetta við, fyri at tær mega vera ólastandi. Men um einhvør ikki hevur umsorgan fyri sínum egnu og serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er verri enn vantrúgvur. Einkja kann verða uppskrivað á skrá, tá ið hon ikki er undir seksti ár, og hevur verið eins mans kona, hevur gott orð á sær fyri góðar gerðir, hevur fostrað upp børn, hevur sýnt gestablídni, hevur tváað føturnar á heilagum, hevur verið neyðstøddum til hjálpar, hevur lagt sær eina við einum og hvørjum góðum verki. Men koyr frá tær hinar ungu einkjurnar! Tí at tá ið tær í holdligari trá svíkja Krist, vilja tær giftast, og hava so gjørt seg sekar í tí, at tær hava brotið sína fyrstu trúgv. Men umframt hetta læra tær eisini at vera yrkisleysar, við tað at tær ganga hús úr húsi, ja, ikki bert yrkisleysar, men eisini at bera sley og leggja seg upp í tað, sum teimum ikki kemur við, og tala tað, sum er ólíkligt. Eg vil tí, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, ikki geva mótstøðumanninum nakað tilevni til illmælisorð; tí at summar hava longu vent sær burtur aftan á Sátan. Um einhvør trúgvandi maður ella einhvør trúgvandi kona hevur einkjur, tá veiti tey teimum hjálp, og lati ikki kirkjuliðið fáa eina byrði, fyri at tað kann veita teimum hjálp, sum í roynd og veru eru einkjur. Teir elstu, sum standa væl fyri, skulu vera hildnir tvífalda æru verdir, helst teir, sum arbeiða í talu og læru. Tí at skriftin sigur: «Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir,» og «arbeiðismaðurin er løn sína verdur.» Tak ikki við kærumáli móti einum elsta, uttan at tveir ella tríggir eru vitni. Teimum, sum synda, skalt tú seta at, so øll hoyra, til tess at eisini hini mega hava ótta. Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu og hinna útvaldu eingla, at tú gáar um hetta uttan nakran fyridóm, og at tú einki gert fyri at vera einumhvørjum til vildar. Ver ikki skjótur at leggja hendur á nakran; hav heldur ikki lut í syndum hjá øðrum! Varðveit teg sjálvan reinan! Drekk ikki longur bert vatn; men njót eitt sindur av víni fyri maga tín og veikleikar tínar, sum eru so tíðir! Hjá summum monnum eru syndirnar opinberar og ganga undan teimum til dóms; men hjá summum fylgja tær aftaná. Á sama hátt eru eisini hinir góðu gerningarnir opinberir; og teir, sum tað er øðrvísi vorðið við, kunnu ikki dyljast.
Allir teir, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, fyri at ikki Guðs navn og læran skulu verða spottað. Men teir, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanmeta teir fyri tað, at teir eru brøður, men tæna teimum tess heldur, tí at teir, sum njóta gott av teirra góða starvi, eru trúgvandi og elskaðir. Lær tú hetta og áminn um tað! Um einhvør fer við aðrari læru og ikki fylgir hinum heilnæmu orðum várs harra Jesu Krists og læruni, sum samsvarar við gudsótta, tá er hann hástórur, tó at hann einki veit, men er sjúkur eftir trætumálum og orðadráttum, sum øvund stendst av, klandur, spottan, ringir illgrunar, íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning. Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; tí at einki hava vit havt við okkum inn í heimin, tað er tá vituligt, at vit ikki heldur kunnu hava nakað við okkum út haðan; men tá ið vit hava føði og klæði, skulu vit vera nøgdir við tað. Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum. Men tú, Guðs menniskja, flýggja frá hesum! Men stunda heldur á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni, spakføri! Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum! Eg bjóði tær fyri ásjón Guðs, sum veitir øllum lív, og Krists Jesu, sum vitnaði hina góðu játtingina frammi fyri Pontiusi Pilatusi, at tú heldur boðið lýtaleyst og ólastandi alt til opinberingar várs harra Jesu Krists, sum hin sæli og eini alvaldi, kongur konganna og drottur drottanna, skal á sínum tíma lata birtast, hann sum eina hevur ódeyðuligleika, sum býr í óatkomandi ljósi, hann sum eingin menniskja hevur sæð og heldur ikki kann síggja; honum veri heiður og ævigur máttur! Amen. Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Guð, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir, beinasamir, so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið. O, Timoteus! Varðveit gripin, sum tær er litin til, og vend tær burtur frá hinum vanheilaga svassi og mótsøgnunum frá hinum kunnleika, sum falsliga verður kallaður so, sum summir viðkenna sær og eru vilstir burtur frá trúnni! Náðin veri við tykkum!
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja til at boða fyrijáttan um lívið í Kristi Jesusi til Timoteusar, sín elskaða son: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum! Eg takki Guði, sum eg frá forfedrunum tæni í reinari samvitsku, líkasum eg áhaldandi havi teg í huga í bønum mínum nátt og dag, tí at tá ið eg minnist tár tíni, leingist mær eftir at síggja teg, fyri at eg kann verða fyltur við gleði, við tað at eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær. Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína. Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. Skammast tí ikki við vitnisburðin um váran harra ella við meg, fanga hansara, heldur skalt tú við mær tola ilt fyri gleðiboðskaparins skuld samsvarandi Guðs kraft; hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, men nú er vorðin alkunn við opinbering frelsara várs, Krists Jesu, hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum, sum eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri. Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin. Hav tær sum fyridømi tey heilnæmu orðini, sum tú hoyrdi av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. Varða um hin vakra gripin, sum tær er fingin, við heilagum anda, sum býr í okkum! Tú veitst hetta, at allir teir í Ásiu vendu sær frá mær, og millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. Harrin veiti húsi Onesiforusar miskunn; tí at ofta hevur hann lívgað meg, og hann skammaðist ikki við leinkjur mínar. Men tá ið hann var komin til Róm, legði hann sær eina við at leita meg upp og fann meg. Harrin gevi honum, at hann má finna miskunn hjá Harranum á hinum degi! Og hvussu stóra tænastu hann gjørdi í Efesus, tað veitst tú best.
So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi! Og tað, sum tú hevur hoyrt av mær, meðan mong vitni vóru hjá, skalt tú lata trúfastar menn fáa, sum eru dúgligir til eisini at læra onnur. Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu. Eingin, sum er í hertænastu, fløkir seg upp í lívsins størv, fyri at hann kann toknast honum, sum tók hann í hertænastu. So er eisini, um einhvør er við í kappleikum, tá verður hann ikki krýndur, um hann ikki leikar lógliga. Bóndin, sum arbeiðir, eigur fyrstur at fáa lut í ávøkstunum. Gev gætur eftir tí, sum eg sigi; tí at Harrin skal geva tær skyn á øllum. Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum, av Dávids ætt, samsvarandi gleðiboðskapi mínum, sum eg toli ilt fyri líka til hetta at vera bundin eins og ein illgerðarmaður; men Guðs orð er ikki bundið. Tí toli eg alt fyri teirra útvaldu skuld, fyri at eisini tey skulu fáa frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd. Tað orðið er satt; tí at eru vit deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum; halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum; eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta. Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað. Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið. Men halt tær burtur frá hinum vanheilaga svassi; tí at slíkir vilja altíð fara longur fram í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft; – millum teirra eru Hýmeneus og Filetus, sum eru vilstir burtur frá sannleikanum, við tað at teir siga, at uppreisnin hevur longu verið, og teir kollvelta trúnna hjá summum. Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: «Harrin kennir síni» og «Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi.» Men í stórum húsi eru ikki bert gullker og silvurker, men eisini træker og leirker, og summi eru til heiðurs og summi til vanheiðurs. Um einhvør tí heldur seg reinan frá hesum, tá skal hann vera eitt ker til heiðurs, halgað, nýtiligt hjá húsbóndanum, lagaligt til eitt og hvørt gott verk. Men flýggja frá hinum ungdómsligu lystunum; stunda heldur á rættvísi, trúgv, kærleika, frið við tey, sum ákalla Harran av reinum hjarta! Men havna tú hinum býttisligu og óskynsomu trætumálum, av tí at tú veitst, at tey elva stríð! Men ein Harrans tænari eigur ikki at stríðast, men vera blíður við øll, dúgligur at læra, førur fyri at tola ilt, so at hann við spaklyndi hevur at teimum, sum seta seg ímót, um Guð tá einaferð kundi givið teimum umvending til kunnleika um sannleikan, og teir kundu raknað við aftur úr snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja.
Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir; tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð, sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara. Og frá slíkum skalt tú venda tær burtur! Tí at úr teirra flokki eru teir, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, sum eru ovbyrðað av syndum og verða rikin av mongum ymsum girndum, og altíð læra og onga tíð kunnu koma til kunnleika um sannleikan. Eins og Jannes og Jambres stóðu ímót Mósesi, soleiðis standa eisini hesir móti sannleikanum, menn, sum eru spiltir í huganum, svíkir í trúnni. Men teir skulu ikki koma longur fram, tí at vitloysi teirra skal verða øllum opinlýst, soleiðis sum tað eisini varð hjá hinum. Men tú hevur fylgt mær eftir í læru, í atferð, í ráðum, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, í astóknum, í líðingum, slíkum sum mær vórðu fyri í Antiokíu, í Ikonium og í Lýstru; – slíkar atsóknir, sum eg havi útstaðið, – og Harrin bjargaði mær út úr teimum øllum. Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir; men ringar menniskjur og svikarar skulu fara fram til tað, sum verri er, villandi onnur og fara villir sjálvir. Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.
Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining! Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum. Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína! Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara. Royn alt tað tú kanst at koma til mín sum skjótast! Tí at Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin, og hann er farin avstað til Tessalóniku; Kreskes er farin til Galatiu, Titus til Dalmatiu. Lukas er einsamallur hjá mær. Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu. Men Týkíkus havi eg sent til Efesus. Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar! Aleksander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt; Harrin skal løna honum eftir gerningum hansara. Honum skalt eisini tú vara teg fyri; tí at hann stóð hart ímót orðum okkara. Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, til tess at boðanin við mær skuldi verða fullførd, og øll fólkasløg skuldu fáa hana at hoyra; og eg varð bjargaður úr ljónskjaftinum. Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. Heilsa Prisku og Akvilasi og húsi Onesiforusar! Erastus varð eftir í Korint, men Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet. Royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur! Evbulus letur heilsa tær og Pudes og Linus og Klaudia og allir brøðurnir. Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum!
Paulus, tænari Guðs og ápostul Jesu Krists til at fremja trúgv hjá Guðs útvaldu og kunnskap um sannleikan viðvíkjandi gudsótta, í vón um ævigt lív, sum Guð, ið ikki lýgur, hevur fyrijáttað frá fyrndartíðum, men í síni tíð hevur hann opinberað orð sítt við teirri boðan, sum mær er vorðin litin til eftir fyriskipan Guðs, frelsara várs – til Titusar, skilgitna son mín í felags trúgv: Náði og friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, frelsara várum! Av teirri grund læt eg teg vera eftir á Kretu, at tú skuldi fáa í lag tað, sum var eftir at gera, og seta inn elstar í hvørji bygd, soleiðis sum eg skipaði tær fyri, um einhvør er, sum er ólastandi, einar konu maður, og hevur trúgvandi børn, sum ikki eru ásakað fyri óryggjuskap ella tvørskap. Tí at ein umsjónarmaður eigur at vera ólastandi sum ein Guðs húshaldari, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, ikki eftir ljótum vinningi, men gestablíður, elskandi hitt góða, hóvsamur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi, maður, sum heldur fast við hitt álítandi orðið samsvarandi læruni, fyri at hann kann vera dúgligur til bæði at áminna við hini heilnæmu læruni og at reka teir aftur, sum mæla ímót. Tí at mangir eru tvørlyntir og fara við ónyttutalu og hugvilla fólk, serliga eru tað teir av umskeringini; teir eiga at verða teptir; tí at teir kollvelta heilu húsini, av tí at teir fara við ósømiligari læru fyri ljótan vinnings skuld. Ein teirra, ein av teirra egnu profetum hevur sagt: «Kretumenn eru javnt og samt lygnarar, óargadýr, letibúkar.» Hesin vitnisburður er sannur. Tess vegna skalt tú seta harðliga at teimum, fyri at teir mega verða heilbjargnir í trúnni, og ikki taka eftir jødiskum ævintýrum og boðum av monnum, sum venda sær burtur frá sannleikanum. Alt er reint fyri reinar; men fyri dálkaðar og vantrúnar er einki reint, men bæði hugur og samvitska teirra eru dálkað. Teir siga, at teir kenna Guð, men við gerningum sínum avnokta teir hann, andstyggiligir sum teir eru, og ólýdnir og óduguligir til ein og hvønn góðan gerning.
Tú harímót, tala tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna: at gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum; at gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er, fyri at tær mega upplæra hinar ungu konurnar til at elska menn sínar og at elska børn síni, at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. Somuleiðis skalt tú áminna hinar ungu menninar at vera hóvsamar, við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika, heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum. Áminn trælir, at teir skulu vera sínum egnu harrum undirgivnir og vera teimum til vildar í øllum lutum, ikki siga ímót, ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs. Tí at Guðs náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi, væntandi hina sælu vón og opinberingina av dýrd hins stóra Guðs og frelsara várs, Jesu Krists, hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar. Tala hetta, og áminn og revsa við øllum myndugleika; lat ongan vanvirða teg!
Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, ikki at háða nakran, ikki at vera klandursamir, men friðarligir, og at sýna alt spakføri móti øllum menniskjum. Tí at eisini vit vóru áður óskynsamir, ólýdnir, villfarandi, trælir undir mongum ymsum girndum og lystum, vit livdu í illskapi og øvund, vóru hataðir og hataðu hvør annan. Men tá ið góðska og mannakærleiki Guðs, frelsara várs, vórðu opinberað, frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda, sum hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, frelsara várum, fyri at vit, rættvísgjørdir við náði hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív. Hetta orðið er satt, og hetta vil eg, at tú skalt leggja teimum dýrt við, fyri at tey, sum hava tikið við trúgv á Guð, skulu leggja sær eina við at gera góðar gerningar. Hetta er menniskjunum gott og gagnligt. Men halt tær frá býttligum orðadráttum og ættartølum og klandri og trætum um lógina; tí at tey eru gagnleys og fruktaleys. Rangtrúnan mann skalt tú vísa frá tær, tá ið tú hevur givið honum ávaring eina og tvær ferðir, við tað at tú veitst, at ein slíkur er rangur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum. Tá ið eg sendi Artemas til tín ella Týkíkus, tá royn alt tað tú kanst at koma til mín í Nikopolis; tí at har havi eg sett mær fyri at vera veturin. Senasi hinum lógkøna og Ápollosi skalt tú sum best hjálpa áleiðis, so at einki skal fattast teimum. Men lat eisini okkara egnu læra at gera góðar gerningar, har sum tørvur er á teimum, fyri at teir ikki skulu vera uttan ávøkst. Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum!
Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus heilsa Filemoni, elskaða vini okkara og starvsbróður, og Appiu, systur okkara, og Arkippusi, stríðsfelaga okkara, og kirkjuliðinum í húsi tínum: Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki Guði mínum altíð, tá ið eg minnist til tín í bønum mínum, av tí at eg hoyri um kærleika tín og ta trúgv, sum tú hevur á Harranum Jesusi og á øllum hinum heilagu, fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum. Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir! Tí er tað, at eg, tó at eg kundi við stórum frímóði í Kristi boðið tær tað, sum sámiligt er, heldur biði teg fyri kærleikans skuld, slíkur sum eg eri, sum hin gamli Paulus, og nú har aftrat fangi Krists Jesu; eg biði teg fyri barn mítt, sum eg havi gitið í leinkjum mínum, Onesimus, hann, sum áður var tær ónýtur, men nú er nýtur bæði tær og mær, hann, sum eg sendi aftur til tín, hann, tað er mítt egna hjarta. Fegin vildi eg havt hann hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum fyri gleðiboðskaparins skuld. Men uttan samtykki títt vildi eg einki gera, fyri at góðvild tín ikki skuldi vera sum av tvingsli, men av fríum vilja. Tí at tað kann vera, at hann av teirri grund varð skildur frá tær eina stutta tíð, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn, ikki longur sum træl, men meira enn træl, sum elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira hjá tær, bæði í holdinum og í Harranum. So satt sum tú tí heldur meg fyri felaga tín, tá tak ímót honum sum ímót mær! Men hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, tá set tað upp á rokning mína! Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond, eg skal gjalda tað, – fyri ikki at siga tær, at tú tess uttan eisini skyldar mær sjálvan teg. Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi! Í treysti til lýdni títt skrivi eg til tín, við tað at eg veit, at tú vilt gera enntá meir enn tað, sum eg sigi. Men royn samstundis eisini at fáa eitt tilhald til mín; tí at eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin. Epafras, samfangi mín í Kristi Jesusi, letur heilsa tær; somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas, starvsfelagar mínir. Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara!
Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við. Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni, og er vorðin tann mun mætari enn einglarnir, sum hann hevur arvað dýrabærari navn enn teir. Tí at við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg!» og uppaftur: «Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur»? Og tá ið hann aftur leiðir hin frumgitna inn í mannaheimin, sigur hann: «Og allir Guðs einglar skulu tilbiðja hann.» Og um einglarnar sigur hann: «Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;» men um sonin: «Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns. Tú hevur elskað rættferð og hatað órætt; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar.» Og: «Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda.» Men við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum ein skammul undir føtur tínar»? Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?
Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus, hann sum var trúgvur móti tí, sum gjørdi hann til tað, líkasum eisini Móses var tað í øllum húsi hansara. Tí at hesin er hildin verdur til størri dýrd enn Móses í sama muni sum tann, ið húsið gjørdi, hevur størri dýrd enn húsið sjálvt. Tí at eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum, men Guð er tann, sum alt hevur gjørt. Og Móses var væl trúgvur í øllum húsi hansara, eins og tænari, til vitnisburðar um tað, sum skuldi verða talað; men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans. Tí er tað eins og heilagi andin sigur: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini; har sum fedrar tykkara freistaðu meg og vildu royna meg, og tó sóu teir gerningar mínar í fjøruti ár. Fyri tað varð eg hesi ætt grammur og segði: «Í heilum teir villast í hjørtum sínum.» Men teir kendu ikki vegir mínar, so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.»» Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði! Men áminnið hvør annan hvønn ein dag, meðan tað enn eitur «í dag», fyri at eingin tykkara skal verða forherðaður av sviki syndarinnar! Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. Tá ið sagt verður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum» – hvørjir vóru tá teir, sum hoyrdu og tó voldu beiskleika? Vóru tað ikki allir teir, sum gingu út úr Egyptalandi við Mósesi? Men hvørjum varð hann grammur í fjøruti ár? Var tað ikki teimum, sum høvdu syndað, og sum ræini av fullu niður í oyðimørkini? Og hvørjum svór hann, at ikki skuldu teir ganga inn til hvíld hansara, uttan hinum vantrúgvandi? Og vit síggja, at teir kundu ikki ganga inn fyri vantrúar skuld.
Tá ið tað enn stendur ein fyrijáttan eftir um at ganga inn til hvíld hansara, tá latum okkum vara okkum væl fyri tí, at nakar av tykkum skal halda, at hann er dragnaður afturúr! Tí at vit hava eisini fingið gleðiboðini boðað líka so væl sum hinir; men orðið, sum teir hoyrdu, gagnaði teimum einki, tí at tað ikki rann saman við trúnni hjá teimum, sum hoyrdu tað. Tí at vit, sum hava tikið við trúgv, ganga inn til hvíldina, soleiðis sum hann hevur sagt: «so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína,»» tó at gerningarnir vóru fullgjørdir frá tí, at heimurin varð grundaður. Tí at hann hevur einastaðni sagt soleiðis um hin sjeynda dagin: «Og Guð hvíldi hin sjeynda dagin frá øllum gerningum sínum.» Og uppaftur á hesum staði: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.» Av tí at tað soleiðis stendur eftir, at nakrir skulu ganga inn til hennara, og teir, sum fyrst fingu gleðiboðini boðað, ikki gingu inn fyri ólýdnis sakir, tá tilskilar hann aftur ein dag: «í dag,» við tað at hann hjá Dávidi sigur eftir so langa tíð, sum sagt er áður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara!» Tí at hevði Jósva latið teir fáa hvíld, tá mundi hann ikki hava talað um ein annan dag aftaná. So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld fyri Guðs fólk. Tí at tann, sum gingið hevur inn til hvíld hansara, hevur eisini sjálvur fingið hvíld frá gerningum sínum, eins og Guð frá sínum. Latum okkum tí royna alt tað vit kunnu at ganga inn til hina hvíldina, fyri at ikki nakar skal falla av sama ólýdnis fyridømi. Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri. Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina! Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd. Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!
Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður tikin úr mannaflokki og verður innsettur fyri menniskjur til tænastu fyri Guð, til tess at bera fram gávur og sláturoffur fyri syndir, sum ein tílíkur, ið kann umbera hini fákunnu og villfarandi, við tað at hann sjálvur er fyri veikleika, og av teirri grund eigur hann at bera fram syndaoffur, eins og fyri fólkið, soleiðis eisini fyri seg sjálvan. Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað. Soleiðis hevur ikki heldur Kristus tikið sær sjálvum ta dýrd at gerast høvuðsprestur, men tann, sum segði við hann: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg.» Líkasum hann eisini sigur á einum øðrum staði: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» Og hann hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína, og soleiðis lærdi hann, tó at hann var sonur, lýdni av tí, sum hann leið; og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu, við tað at hann av Guði varð kallaður høvuðsprestur á Melkisedeks vísi. Um hetta hava vit mikið at siga, og tað er torført at týða, av tí at tit eru vorðnir trekir at hoyra. Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði. Tí at ein og hvør, sum fær mjólk, er óroyndur í rættlætis orði, tí at hann er barn. Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum.
Tí skulu vit sleppa byrjanarlærdómunum um Krist og fara fram til at vera tilkomnir, og ikki aftur leggja grundvøll við umvending frá deyðum gerningum og trúgv á Guð, við læru um skírnir og handaálegging og uppreisn frá deyðum og ævigan dóm. Og hetta vilja vit gera, um Guð gevur loyvi til tess. Tí at tað er ómøguligt, at teir, sum einaferð eru vorðnir upplýstir og hava smakkað hina himmalsku gávuna og eru vorðnir luttiknir í heilagum anda, og hava smakkað Guðs góða orð og krefturnar av komandi heimi, og so hava fallið frá, – tað er ómøguligt aftur at endurnýggja teir til umvendingar, við tað at teir av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guðs son og gera hann til spott. Tí at tann jørð, sum drukkið hevur í seg regnið, sum íðuliga fellur á hana, og ber gróður til gagns fyri teir, sum hon eisini verður dyrkað fyri, fær signing av Guði; men ber hon tornir og tistlar, tá er hon til ónyttu og banning nær, og endin er tann, at hon verður brend. Men viðvíkjandi tykkum, elskaðu tit, eru vit fullvísir um tað, sum betri er, og førir frelsu við sær, um vit so tala soleiðis. Tí at Guð er ikki órættvísur, so at hann skuldi gloyma gerning tykkara og kærleikan, sum tit hava sýnt navni hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu. Men vit ynskja, at ein og hvør tykkara má sýna hin sama áhuga eftir hini fullu vissu í vónini líka til endans, fyri at tit ikki mega verða trekir, men taka eftir teimum, sum við trúgv og tolmóði arva fyrijáttanirnar. Tí at tá ið Guð gav Ábrahami fyrijáttanina, tá svór hann við seg sjálvan, av tí at hann ongan størri hevði at svørja við, og segði: «Sanniliga vil eg ríkliga vælsigna teg og í stórum margfalda teg.» Og soleiðis ognaðist hann fyrijáttanina, tá ið hann hevði bíðað í tolni. Tí at menniskjur svørja við tann, sum størri er, og eiðurin er teimum ein endi á øllum mótmæli til staðfestingar. Við tað at nú Guð vildi sýna arvingunum til fyrijáttanina enn ríkligari, hvussu óvikandi ráð hansara var, tá legði hann ein eið aftrat, fyri at vit við tveimum óvikandi lutum, har sum tað var ómøguligt, at Guð kundi ljúgva, skuldu hava eitt sterkt treyst, vit sum undan hava komist fyri at grípa vónina, sum er goymd til okkara, sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið; hagar sum Jesus gekk inn, hann sum er fyrirennarin fyri okkum, við tað at hann er vorðin høvuðsprestur allar ævir, á Melkisedeks vísi.
Tí at hesin Melkisedek, Salem-kongur, prestur hins hægsta Guðs, hann sum gekk á fund Ábrahams, tá ið hann vendi aftur frá ósigri konganna, og vælsignaði hann, sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, tá ið navn hansara verður týtt, fyrst er «rættlætis-kongur», tínæst eisini Salem-kongur, tað er «friðar-kongur», sum er uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, og hevur hvørki upphav daga ella enda lívs, men er gjørdur líkur syni Guðs, – hann verður verandi prestur með alla. Men gáið eftir, hvussu stórur hann er, sum Ábraham, sjálvur ættarfaðirin, gav tíggjund av herfanginum! Og teir av Levisonum, sum fáa prestatænastuna, hava boð um at taka tíggjund av fólkinum, eftir lógini, tað er av brøðrum sínum, tó at hesir eru útgingnir av lend Ábrahams; men hesin, sum ikki telur ætt sína frá teimum, tók tíggjund av Ábrahami og vælsignaði tann, sum hevði fyrijáttanirnar. Men tað kann als ikki mælast ímót, at tað er hitt ringara, sum verður vælsignað av hinum mætara. Og her taka deyðiligir menn tíggjund; men har tók tann, sum vitnað verður um, at hann livir. Og gjøgnum Ábraham hevur at kalla sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, latið tíggjund; tí at hann var enn í lend faðirs síns, tá ið Melkisedek gekk á fund hansara. Hevði nú fullkomileiki verið at fingið við hitt leviska prestadømið – tí at tað er grundin undir lógini, sum fólkið hevur fingið, – hvør tørvur var tað meira á tí, at ein annar prestur skuldi koma upp á Melkisedeks vísi, og ikki verða nevndur á Árons vísi? Tí at tá ið prestadømið verður broytt, er tað fyri neyðini, at tað eisini verður broyting á lógini. Tí at tann, sum hetta er sagt um, var av eini aðrari ættargrein, og eingin av henni hevur havt tænastu fyri altarinum. Tí at tað er almannakunnugt, at harri okkara er upprunnin av Júda, og viðvíkjandi teirri ættargrein hevur Móses einki talað um prestar. Og tað er enn meira eyðsýnt, tá ið annar prestur kemur upp í líking við Melkisedek, sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgongiligum lívi. Tí at hann fær tann vitnisburð: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» Tí at væl verður eitt boð, sum áður var galdandi, avtikið, av tí at tað var máttleyst og gagnleyst, – tí at lógin gjørdi einki fullkomið, – men ein betri vón verður innførd, og við henni nærkast vit Guði. Og so vist sum tað ikki er hent uttan eið, – tí at hinir eru vorðnir prestar uttan eið, men hann við eiði frá tí, sum segði við hann: «Harrin svór, og ikki skal hann iðra seg um tað: «Tú ert prestur allar ævir,»» – so vist er tað eisini ein betri sáttmáli, sum Jesus er vorðin borgsmaður fyri. Og hinir eru fleiri, sum vórðu prestar, av tí at deyðin forðaði teimum at halda við. Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir. Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. Okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar, ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera fram offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan. Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek; men orðið í tí eiðinum, sum kom aftan á lógina, innsetir son, sum er fullkomin gjørdur allar ævir.
Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður. Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður innsettur til at bera fram gávur og sláturoffur; tað er tí neyðugt, at eisini hesin hevur nakað at bera fram. Var hann nú á jørðini, hevði hann als ikki verið prestur, við tað at her eru teir, sum frambera gávurnar samsvarandi lógini, teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: «Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!» Men nú hevur hann fingið eina so mikið mætari halgitænastu, sum hann eisini er millumgongumaður fyri einum betri sáttmála, við tað at hann er grundaður á betri fyrijáttanum. Tí at hevði hin fyrri verið ólastandi, tá hevði ikki verið roynt at fáa stað fyri einum øðrum. Tí at hann lastar, tá ið hann sigur við teir: «Sí, dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg skal gera nýggjan sáttmála við Ísraels hús og við Júda hús; ikki eins og sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra á tí degi, tá ið eg tók í hond teirra, fyri at leiða teir út úr Egyptalandi; tí at teir hildu ikki sáttmála mín, og eg hirdi einki um teir, sigur Harrin. Tí at hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við Ísraels hús aftan á teir dagarnar, sigur Harrin: Eg skal geva lógir mínar í huga teirra og skriva tær á hjørtu teirra, og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. Og teir skulu ikki læra ein og hvør samborgara sín og ein og hvør bróður sín og siga: «Kenn Harran!» tí at allir skulu teir kenna meg, frá hinum minsta til hin størsta teirra. Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.» Við tað at hann sigur: «nýggjan», hevur hann dømt hin fyrra sum gamlan; men tað, sum verður gamalt og eldist, er tætt við at verða til einkis.
Víst hevði nú hin fyrri sáttmálin eisini fyriskipanir um gudstænastuna og hevði jørðiskan halgidóm. Tí at har var skipað tjaldbúð, hin fremra, og í henni vóru bæði ljósastakin og borðið og sýnisbreyðini, og hon verður kallað «hitt heilaga». Men aftan fyri annað forhangið var tjaldbúð, sum kallaðist «hitt alraheilagasta». Har var roykilsisaltarið av gulli og sáttmálaørkin, sum løgd var við gulli øll sum hon var; og í henni var ein gullkrukka við «manna» í, og stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar. Men uppi yvir henni vóru dýrdarkerúbar, sum skuggaðu út yvir náðistólin; men um hetta hvørt fyri seg skal nú ikki verða talað. Tá ið nú hetta er soleiðis skipað, tá ganga prestarnir støðugt inn í hina fremru tjaldbúðina, tá ið teir gera tænastuna. Men inn í hina gongur eina høvuðspresturin eina ferð um árið, ikki uttan blóð, sum hann ber fram fyri seg sjálvan og fyri mistøk fólksins; og við hesum sýnir heilagi andin, at vegurin til halgidómin enn er ikki vorðin kunnur, meðan hin fyrra tjaldbúðin enn stendur. Tí at hon er líking um hesa núverandi tíð, og samsvarandi henni verða fram borin bæði gávur og offur, sum ikki eru ment, hvat ið samvitskuni viðvíkur, at gera tann fullkomnan, sum ger tænastuna; men sum bert, saman við mati og drekka og ymsum tváttum, eru holdligar fyriskipanir, ásettar til ta tíð, tá ið alt varð fingið í rættlag. Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutunum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnaru tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er; sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn. Tí at um blóðið av bukkum og tarvum og øskan av kvígu, sum verður slett á teir, ið óreinir eru vorðnir, halgar til reinleika á holdinum, hvør mikið meira skal tá blóð Krists, sum við ævigum anda bar seg sjálvan fram lýtaleysan fyri Guði, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum gerningum til at tæna hinum livandi Guði? Og tess vegna er hann millumgongumaður fyri nýggjum sáttmála, fyri at teir, sum kallaðir eru, skulu fáa fyrijáttanina um hin æviga arvin, tá ið deyði hevur verið til endurloysnar frá misbrotunum undir fyrra sáttmálanum. Tí at har sum arvasemja er, har gerst tað neyðugt, at deyði hansara, sum semjuna gjørdi, verður kunnur. Tí at arvasemja er óbrigdilig, tá ið fólk eru deyð, meðan hon á ongum sinni er galdandi, so leingi sum hann livir, ið semjuna gjørdi. Tí varð heldur ikki hin fyrri sáttmálin vígdur uttan blóð. Tí at tá ið hvørt eitt boð samsvarandi lógini var kunngjørt øllum fólkinum av Mósesi, tá tók hann blóð av kálvum og bukkum, saman við vatni og skarlaksreyðari ull og ýsopi, og sletti bæði á sjáva bókina og á alt fólkið, og segði: «Hetta er blóð sáttmálans, sum Guð hevur fyriskipað tykkum.» Og eisini tjaldbúðina og øll amboðini, sum nýtast skulu við gudstænastuna, sletti hann somuleiðis blóðið á. Og samsvarandi lógini verður nærum alt reinsað við blóði, og uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving. Tað var tí ein neyðsyn, at avmyndirnar av teimum lutum, sum eru á himnum, vórðu reinsaðar við slíkum, men hinir himmalsku lutirnir sjálvir við betri ofrum enn hesar. Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld; og ikki heldur til tess, at hann skuldi frambera seg sjálvan fleiri ferðir, eins og høvuðspresturin á hvørjum ári gongur inn í halgidómin við øðrum blóði, annars mátti hann hava liðið fleiri ferðir frá tí, at heimurin varð grundaður; men nú er hann opinberaður eina ferð með alla við endan á tíðunum til at avtaka syndina við ofri sínum. Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur, soleiðis skal eisini Kristus, eftir tað at hann eina ferð er vorðin framborin fyri at bera syndir hjá mongum, á øðrum sinni, uttan synd, birtast til frelsu fyri teimum, sum honum bíða.
Tí at tá ið lógin hevur bert ein skugga av hinum komandi góðu lutunum, men ikki sjálvt líkið á lutunum, kann hon aldri við somu ofrunum hvørt ár, sum teir í heilum bera fram, gera teir fullkomnar, sum koma fram við teimum. Mundu teir ikki annars hava hildið uppat at bera tey fram, av tí at samvitskan hjá hinum ofrandi ikki longur var sær vitandi um syndir, tá ið teir eina ferð vóru reinsaðir? Men við ofrunum verður árliga árs mint á syndirnar. Tí at tað er ómøguligt, at blóð av tarvum og bukkum kann taka burtur syndir. Tí er tað, at hann, tá ið hann kemur í heimin, sigur: «Sláturoffur og gávu vildi tú ikki hava; men eitt likam hevur tú búgvið til mín; brennioffur og syndaoffur hugnaðu tær ikki. Tá segði eg: «Sí, eg eri komin – í bókarulluni er skrivað um meg – til at gera vilja tín, Guð».» Meðan hann fyrst sigur: «Sláturoffur og gávu og brennioffur og syndaoffur vildi tú ikki hava, og tey hugnaðu tær ikki,» – og tey verða tó framborin samsvarandi lógini, – hevur hann tínæst sagt: «Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.» Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna. Og í hesum vilja eru vit halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar. Og ein og hvør prestur stendur dags dagliga og ger tænastu og ber fram fleiri ferðir hini somu ofrini, sum tó aldri kunnu taka burtur syndir; men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, og bíðar síðan bert eftir, at fíggindar hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur hansara. Tí at við eittans ofri hevur hann með alla gjørt teir fullkomnar, sum verða halgaðir. Men eisini heilagur andi vitnar fyri okkum; tí at aftan á at hann hevur sagt: «Hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við teir eftir teir dagarnar,» sigur Harrin: «Lógir mínar skal eg geva í hjørtu teirra, og í huga teirra skal eg skriva tær; og syndir teirra og misgerðir teirra skal eg ikki longur minnast til.» Men har sum er fyrigeving fyri tær, har tørvar ikki longur offur fyri synd. Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara, og tá ið vit hava stóran prest yvir húsi Guðs, tá latum okkum ganga fram fyri Guð við sonnum hjarta, við fullari trúarvissu, tá ið vit hava fingið hjørtu okkara reinsað frá ringari samvitsku, og hava fingið likamið tváað við reinum vatni; latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar, og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, soleiðis sum siður er hjá summum, men áminna hvør annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at dagurin nærkast. Tí at synda vit við vilja, eftir tað at vit hava fingið kunnleika um sannleikan, er ikki longur nakað offur fyri syndir eftir, men ein ræðulig bíðan eftir dómi og ein grimur eldur, sum skal oyða teir, sum standa ímót. Tá ið einhvør hevur brotið Móselóg, tá má hann doyggja miskunnarleysur eftir orði av tveimum ella trimum vitnum, hvør mikið verri revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar? Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.» Og uppaftur: «Harrin skal døma fólk sítt.» Tað er ræðuligt at falla í hendur hins livandi Guðs. Men minnist hinar fyrru dagarnar, tá ið tit, eftir at tit vóru vorðnir upplýstir, toldu nógv stríð í líðingum, við tað at tit fyri ein part sjálvir vórðu ein skurssjón við háðum og trongdum, fyri ein part tóku lut í viðurskiftum teirra, sum vórðu soleiðis stødd. Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn. Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina. Tí at «enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja. Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv;» og «berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.» Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.
Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs. Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara. Enn hava tit ikki í bardaga tykkara móti syndini gjørt mótstøðu, so at blóð hevur runnið; og tit hava gloymt áminningina, sum talar til tykkara eins og synir: «Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, og fall ikki í fátt, tá ið hann revsar. Tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, og hann slær harðliga hvønn tann son, sum hann tekur at sær.» Haldið út og takið móti aga; Guð fer við tykkum sum við sonum; tí at hvør er tann sonur, sum faðirin ikki agar? Men eru tit uttan aga, sum allir hava fingið lut í, tá eru tit trælbornir, og eru ikki synir. Tess uttan, okkara holdligu fedrar høvdu vit til agarar, og vit høvdu virðing fyri teimum; skuldu vit tá ikki mikið meira vera faðir andanna undirgivnir og liva? Tí at teir agaðu okkum nakrar fáar dagar, eftir tí sum teimum tókti, men hann ger tað okkum at gagni, fyri at vit skulu fáa lut í heilagleika hansara. Allur agi tykist væl í stundini ikki at vera til gleði, heldur til sorgar; men aftaná gevur hann afturfyri teimum, sum við honum eru spekt, friðsælan ávøkst í rættvísi. Rættið tí máttleysar hendur og viknað knø, og stígið bein spor við fótum tykkara, fyri at tað, sum lamið er, ikki skal fara úr liði, men heldur verða heilað. Tráið eftir friði við øll og eftir halgan; tí at uttan hana skal eingin síggja Harran. Og gevið gætur, at eingin lissir Guðs náði, at eingin beiskleikarót rennur upp, sum ger óskil, og mangir verða smittaðir av henni, at eingin er horkallur ella vanheilagur eins og Esav, sum fyri einans verð seldi frumburðarrætt sín. Tí at tit vita, at hann eisini seinni, tá ið hann vildi arva signingina, varð afturrikin, – tí at hann fekk ikki føri til iðranar – tó at hann bønaði við tárum um at fáa hana. Tí at tit eru ikki komnir at einum fjalli, sum kann verða nomið við, og at brennandi eldi og sorta og myrkri og harðveðri, og básúnuljómi og ljóði av rødd, sum tey, sum hoyrdu hana, bóðu seg undan, at ikki meira mátti verða talað til teirra; tí at tey orkaðu ikki at bera tað, sum boðið var: «Um tað so bert er eitt djór, sum kemur at fjallinum, skal tað verða steinað.» Og – so øgilig var sjónin – Móses segði: «Eg eri heilt óttafullur og skelvi.» Men tit eru komnir til Sionfjallið og til stað hins livandi Guðs, til hitt himmalska Jerúsalem, og til tíggju túsund av einglum, til hátíðarsamkomu, og til kirkjuliðið av hinum frumgitnu, sum eru uppskrivað í himnunum, og til dómaran, sum er Guð at øllum, og til andarnar av hinum rættvísu, sum fullkomnir eru vorðnir, og til millumgongumannin fyri nýggjum sáttmála, Jesus, og til ástøkkingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels. Gevið gætur, at tit ikki biðjast undan tí, sum talar! Tí at, tá ið teir, sum bóðust undan tí, sum talaði sítt guddómsorð á jørðini, ikki sluppu undan, tá skulu vit nógv minni sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá honum, sum talar frá himnunum. Rødd hansara skakaði hina ferðina jørðina; men nú hevur hann fyrijáttað og sagt: «Enn eina ferð skal eg skaka ikki jørðina eina, men himmalin við. Men hetta: «enn eina ferð» sýnir, at teir lutir, sum skakaðir verða, skulu umskiftast, við tað at teir eru skapaðir, fyri at teir lutir, sum ikki verða skakaðir, skulu verða verandi. Latum tí okkum, sum fáa eitt óskakandi ríki, vera takksamar og við tað tæna Guði, honum til tokka, við blúgv og ótta! Tí at Guð okkara er oyðandi eldur.
Bróðurkærleikin vari við! Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær óavvitandi hýst einglum. Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami! Hjúnalagið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað; tí at siðloysingar og horkallar skal Guð døma. Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,» so at vit av fullum huga kunnu siga: «Harrin er hjálpari mín, eg vil ikki óttast; hvat kann mær menniskja gera?» Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Latið tykkum ikki villa av ymisligum og fremmandum lærdómum! Tí at tað er gott, at hjartað verður styrkt við náði og ikki við mati, sum ikki hevur verið teimum at nøkrum gagni, sum fingust við hann. Vit hava eitt altar, sum teir, ið tæna við tjaldbúðina, ikki hava loyvi at eta av. Tí at kropparnir av teimum djórum, sum høvuðspresturin ber blóðið úr inn í halgidómin sum syndaoffur, verða brendir uttan fyri herbúðirnar. Tí leið eisini Jesus uttan fyri liðið, fyri at hann við sínum egna blóði kundi halga fólkið. Latum okkum tí fara út til hansara út um herbúðirnar og bera vanvirðing hansara! Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. Latum okkum tí við honum altíð bera fram lovprísingaroffur fyri Guð, tað er ávøkst av vørrum, sum lova navni hansara! Men gloymið ikki vælgerðina og beinasemina! Tí at slík offur líka Guði væl. Verið vegleiðarum tykkara lýdnir, og verið flýggjaligir móti teimum! Tí at teir vaka yvir sálum tykkara sum teir, ið eiga at gera roknskap, fyri at teir mega gera tað við gleði og ikki suffandi; tí at tað er tykkum ikki at gagni. Biðið fyri okkum! Tí at vit hava góða samvitsku, við tað at vit vilja liva rættiliga í øllum førum. Og eg áminni tykkum tess meira um at gera hetta, fyri at eg tess skjótari kann verða fingin tykkum aftur. Men Guð friðarins, sum førdi upp frá deyðum hin stóra hirða seyðanna, við blóði av ævigum sáttmála, harra okkara, Jesus, hann geri tykkum fulldugandi í øllum góðum, til at gera vilja hansara, við tað at hann virkar í okkum tað, sum tekkiligt er fyri ásjón hansara, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrdin um aldur og allar ævir! Amen. Men eg áminni tykkum, brøður, at tit lata tykkum hetta áminningarorðið lynda; tí at eg havi gjørt stutt av at skriva til tykkara. Tit skulu vita, at bróðir okkara Timoteus er latin leysur; saman við honum skal eg síggja tykkum, um hann kemur brátt. Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heilagu! Teir frá Itáliu lata heilsa tykkum. Náðin veri við tykkum øllum!
Jákup, tænari Guðs og Harrans Jesu Krists, heilsar teimum tólv ættunum, sum eru spjaddar um í fremmandum londum. Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum. Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið. Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað hjá Harranum, slíkur tvílyntur maður hann er, vinglutur á øllum vegum sínum. Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum, men hin ríki av lágleika sínum; tí at hann skal hvørva burtur eins og blóma á grasi; tí at sólin kemur upp við brennandi hita og svíður grasið av og blóman á tí dettur av og vakurleikin í útsjónd hennara forferst. Soleiðis skal eisini hin ríki følna á vegum sínum. Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann. Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: «Eg verði freistaður av Guði;» tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan. Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. Síðan, tá ið girndin hevur gitið, ber hon synd; men tá ið syndin er fullbúgvin, føðir hon deyða. Villist ikki, elskaðu brøður mínir! Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði, fyri at vit skuldu vera ein frumgróður av skapningum hansara. Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði. Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út. Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum. Um einhvør heldur seg dýrka Guð, og ikki hevur teymahald á tungu síni, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er gudsdýrkan hansara ónýtt. Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.
Brøður mínir, havið ikki trúnna á váran Harra Jesus Krist, dýrdardrottin, saman við tí, at tit gera mannamun! Tí at um so er, at ein maður kemur inn í samkomuhús tykkara við gullringi á fingrinum og í skínandi klæðum, og har kemur eisini ein fátækur maður, sum er illa klæddur, og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæðunum og tit siga: «Set tú teg her á henda góða sessin!» men siga við hin fátæka: «Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul mín;» gera tit tá ikki mismun hjá tykkum sjálvum og eru vorðnir dómarar við ringum tonkum? Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska? Men tit hava vanvirt hin fátæka. Eru tað ikki hinir ríku, sum trælka tykkum, og eru tað ikki teir, sum draga tykkum fyri dómstólarnar? Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum? Tað er vituligt, um tit uppfylla hina kongaligu lógina samsvarandi skriftini: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg», tá gera tit beint. Men um tit gera mannamun, tá gera tit synd og verða revsaðir av lógini sum brotsmenn. Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum. Tí at tann, sum segði: «Tú skalt ikki dríva hor», hann segði eisini: «Tú skalt ikki sláa í hel»; tó at tú tá ikki drívur hor, men slært í hel, tá ert tú vorðin lógbrótari. Talið tí so og gerið so sum teir, sum eiga at verða dømdir eftir lóg frælsisins. Tí at dómurin verður miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi miskunn; men miskunn fer hugað fyri dómin. Hvat gagnar tað, brøður mínir, um einhvør sigur seg hava trúgv, men hann ikki hevur gerningar? Man trúgvin kunna frelsa hann? Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað? Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær. Men einhvør kann siga: «Tú hevur trúgv, og eg havi gerningar; sýn mær trúgv tína uttan gerningarnar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum! Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.» Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar? Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av gerningum, tá ið hann hevði lagt Ísak, son sín, upp á altarið? Tú sært, at trúgvin virkaði saman við gerningum hansara, og at trúgvin varð fullkomin av gerningunum, og skriftin gekk út, sum sigur: «Og Ábraham trúði Guði, og tað varð honum roknað til rættferðar», og hann varð kallaður Guðs vinur. Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina. Líkaleiðis eisini skøkjan Ráhab; varð hon ikki rættvísgjørd av gerningum, tá ið hon tók ímót sendimonnunum og slepti teimum avstað ein annan veg? Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.
Verðið ikki mangir lærarar, brøður mínir, við tað at tit vita, at vit skulu fáa tess tyngri dóm. Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum. Tá ið vit leggja boygsl í munnin á hestunum, fyri at teir skulu akta okkum, tá stýra vit eisini heila likami teirra. Sí, eisini skipini, so stór sum tey eru og førd av hørðum vindum, so verða tey tó stýrd við einum ógvuliga lítlum róðri, hagar sum stýrimaðurin ætlar sær. Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti. Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni; men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir. Kann tá keldan geva bæði søtt og beiskt vatn úr somu uppkomu? Kann tá eitt fikutræ, brøður mínir, geva av sær oljuber, ella eitt víntræ fikur? Ikki heldur kann ein sølt kelda geva søtt vatn. Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri. Men hava tit beiska øvund og illfýsni í hjarta tykkara, tá rósið tykkum ikki og ljúgvið ikki móti sannleikanum. Tann vísdómur kemur ikki omanfrá, men hann er av jørðini, náttúrligur, djevlaligur. Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag. Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur. Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið.
Av hvørjum koma bardagar og av hvørjum stríð tykkara millum? Av hvørjum øðrum enn av girndum tykkara, sum stríðast í limum tykkara? Tit girnast og hava ikki; tit drepa og øvunda og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og bardøgum; og tó hava tit ikki, av tí at tit biðja ikki. Tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa, fyri at tit kunnu oyða tað upp í girndum tykkara. Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Guði? Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs. Ella halda tit, at skriftin talar í tóman heim? Við yvri tráar hann eftir andanum, sum hann hevur givið bústað í okkum, men hann veitir tess størri náði. Tí sigur skriftin: «Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði.» Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. Haldið tykkum nær at Guði, so skal hann halda seg nær at tykkum. Reinsið hendurnar, tit syndarar, og tváið hjørtuni, tit tvílyntu! Berið tykkum illa, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist til sorg og gleðin til harm! Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, tá skal hann upphevja tykkum! Talið ikki ilt hvør um annan, brøður! Tann ið talar ilt um bróður sín ella dømir bróður sín, talar ilt um lógina og dømir lógina; men um tú dømir lógina, tá ert tú ikki ein slíkur, sum ger eftir lógini, men dómari hennara. Ein er lóggevarin og dómarin, tann sum er mentur at frelsa og at týna; men hvør ert tú, sum dømir næstan? Og nú tit, sum siga: «Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinning,» tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. Í staðin fyri at tit áttu at sagt: «Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!» Men nú rósa tit tykkum í breggjan tykkara. Alt tílíkt rós er vánt. Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd.
Og nú, tit ríku, grátið og gremjið tykkum um tær vanlukkur, sum skulu koma yvir tykkum. Ríkidømi tykkara er vorðið fúgvið, og klæði tykkara eru møletin. Gull og silvur tykkara er rustað upp, og rusturin á tí skal verða til vitnisburðar móti tykkum og eta hold tykkara eins og eldur. Tit hava savnað dýrgripir á teimum seinastu døgunum. Sí, tann lønin, sum tit eru lagstir á hjá teimum arbeiðismonnum, ið hava skorið akrar tykkara, hon rópar, og rópini frá akurskurðarfólkunum eru komin inn fyri oyru Harrans herskaranna. Tit hava livað í góðgæti á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava gjørt hjørtum tykkara til góða sum á sláturdegi. Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímót. Verið tí tolnir, brøður, til Harrin kemur! Sí, bóndin bíðar eftir hinum dýrabara ávøkstinum av jørðini og væntar í tolni eftir honum, til hann fær heystregn og várregn. Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí at koma Harrans er í nánd. Stynjið ikki hvør ímót øðrum, brøður, so at tit ikki skulu verða dømdir! Sí, dómarin stendur fyri durunum. Brøður, takið profetarnar, sum talaðu í Harrans navni, til fyridømi í at líða ilt og at vera tolin. Sí, vit prísa teir sælar, sum tolgóðir hava verið; tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur. Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himmalin ella við jørðina, ei heldur nakran annan eið. Men ja tykkara veri ja, og nei tykkara veri nei, fyri at tit ikki skulu falla inn undir dóm! Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsang! Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu kirkjuliðsins, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni; og trúarbønin skal gera hin sjúka frískan, og Harrin skal reisa hann aftur á føtur, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar. Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. Elia var maður undir somu korum sum vit; og hann bað ta bøn, at tað ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðini í trý ár og seks mánaðir; og hann bað aftur, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína. Brøður mínir, um einhvør tykkara millum villist frá sannleikanum, og einhvør vendir honum aftur, tá skal hann vita, at tann, sum vendir einum syndara frá hansara villa vegi, hann bjargar eini sál frá deyða og fjalir fjøld av syndum.
Pætur, ápostul Jesu Krists, til útlendingarnar, sum eru spjaddir um í Pontus, Galatiu, Kappadókíu, Ásiu og Bitýniu, útvaldir eftir fyrivitan Guðs faðirs við halgan andans, til at gerast Jesusi Kristi lýdnir og verða ástøktir við blóði hansara. Náði og friður veri tykkum margfalt fyri! Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, – tit sum við Guðs kraft verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. Um hesa frelsu hava profetar grundað og rannsakað, teir sum profeteraðu um ta náði, sum skuldi verða tykkum fyri, í tí at teir grundaðu um, hvørja ella hvussu vorðna tíð andi Krists, sum var í teimum, vísti fram á, tá ið hann frammanundan vitnaði um líðingar Krists og um ta dýrd, sum har aftaná skuldi koma; tí at tað var teimum opinberað, at tað ikki var teimum sjálvum, men tykkum, teir tænaðu við hesum, sum nú er tykkum kunngjørt av teimum, sum hava boðað tykkum gleðiboðskapin í hinum heilaga anda, sum varð sendur frá himli, og inn í hetta tráa einglarnir eftir at skoða. Havið tí sinnis lendar tykkara umgyrdar, verið ódruknir og setið til fulnar vón tykkara til ta náði, sum fellur tykkum í lut við opinbering Jesu Krists. Sum lýðin børn skulu tit ikki longur í levnaði tykkara taka eftir teimum lystum, sum tit áður lótu tykkum leiða av í vankunnu tykkara. Men verðið heldur, eins og tann er heilagur, sum hevur kallað tykkum, eisini sjálvir heilagir í allari atferð tykkara; tí at skrivað stendur: «Tit skulu vera heilagir, tí at eg eri heilagur!» Og tá ið tit ákalla hann sum faðir, sum dømir uttan at gera mannamun, eftir hvørs mans gerningi, tá gangið í ótta tykkara útlegdartíð; tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og meinaleysum lambi, hann, sum var kendur frammanundan, áðrenn verøldin var grundløgd, men varð opinberaður við endan á tíðunum fyri tykkara skuld, sum við honum trúgva á Guð, ið reisti hann upp frá deyðum og gav honum dýrd, so at trúgv tykkara eisini er vón til Guðs. Reinsið sálir tykkara í lýdni móti sannleikanum til falsleysan bróðurkærleika, og elskið hvør annan inniliga av hjarta, tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði. Tí at: alt kjøt er sum gras og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar og blóman fellur av; men orð Harrans varir um allar ævir. Og hetta er tað orðið, sum er tykkum boðað í gleðiboðskapinum.
Leggið tí av allan illskap og alt svik og fals og alla øvund og alt illmæli, og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu; um tað er so, at tit hava smakkað, at Harrin er góður. Komið til hansara, hin livandi steinin, sum væl varð vrakaður av monnum, men er útvaldur og dýrmætur hjá Guði, og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist. Tí at tað eitur í skriftini: «Sí, eg leggi í Sion ein aðalhyrnisstein, útvaldan og dýrmætan; og tann, sum trýr á hann, skal als ikki verða til skammar.» Tykkum tí, sum trúgva, hoyrir æran til; men hinum vantrúgvu er hesin steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, vorðin ein aðalhyrnissteinur og ein snávingarsteinur og ein meinbogaklettur; og teir renna á hann, við tað at teir eru ólýdnir móti orðinum, men til tess vóru teir eisini ætlaðir. Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós; tit, sum áður ikki vóru eitt fólk, men nú eru Guðs fólk, tit, sum ikki funnu miskunn, men nú hava fingið miskunn. Elskaðu tit! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá holdligum girndum, sum jú eru í stríði móti sálini, so at tit hava eina góða atferð heidninganna millum, fyri at teir av teimum góðu gerningum, sum teir fáa at síggja, kunnu prísa Guði á vitjunardeginum fyri tað, sum teir nú tala ilt um tykkum fyri sum illgerðarmenn. Verið fyri Harrans sakir eini og hvørjari menniskjuligari fyriskipan undirgivnir, hvørt tað so er einum kongi sum hinum hægsta, ella landshøvdingum sum teimum, ið av honum eru sendir, teimum til revsingar, sum gera ilt, men teimum til rós, sum gera gott. Tí at soleiðis er tað Guðs vilji, at tit við at gera tað, ið gott er, skulu teppa vankunnuni hjá fávitskutum monnum; sum frælsir, men ikki sum teir, ið hava frælsið sum lótir fyri illskapin, men sum tænarar Guðs. Virðið øll, elskið brøðraskapin, óttist Guð, heiðrið kongin! Tit tænarar, verið húsbóndum tykkara undirgivnir við mesta ótta, ikki bert teimum góðu og mildu, men eisini teimum ólagaligu. Tí at tað fær yndi, um einhvør av samviti við Guð tolir tvørleikar og líður sakleysur. Tí at hvat rós er í tí, um tit eru tolnir, tá ið tit synda og fáa revsing afturfyri? Men um tit eru tolnir, tá ið tit gera gott og líða ilt kortini, tað finnur náði hjá Guði. Tí at til tess eru tit kallaðir, av tí at Kristus leið eisini fyri tykkum og eftirlæt tykkum eina fyrimynd, fyri at tit skulu fylgja fótasporum hansara. Hann gjørdi ikki synd, og svik vórðu ikki funnin í munni hansara. Hann deildi ikki aftur ímót, tá ið hann varð deildur, og hann hóttaði ikki, tá ið hann leið, men hann læt tað til hansara, sum dømir rættvísliga. Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir. Tí at tit vóru vilstir sum seyðir, men nú hava tit vent við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum tykkara.
Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd; so at tit ikki longur skulu liva ta tíðina, sum eftir er, í holdinum eftir mannagirndum, men eftir Guðs vilja. Tí at tað er nóg mikið í teirri tíðini, sum farin er, at hava gjørt heidninganna vilja, tá ið tit livdu í ósiðum, girndum, fyllskapi, óhógvi, drykkjuskapi og skammiligari skurðgudadýrkan; og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysis díkið, og teir spotta; men teir skulu gera roknskap fyri honum, sum er búgvin at døma livandi og deyð. Tí at til tess var gleðiboðskapurin boðaður eisini fyri deyðum, fyri at tey væl skulu verða dømd á manna vísi í holdi, men liva á Guðs vísi í anda. Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir! Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum; verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan. Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen. Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt; men tit skulu heldur gleða tykkum í sama muni, sum tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering. Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guðs hvílir yvir tykkum. Tí at eingin av tykkum má líða sum manndrápari ella tjóvur ella illgerðarmaður ella sum ein, ið fer upp í tað, sum øðrum kemur við. Men um hann líður, av tí at hann er kristin maður, tá skal hann ikki skammast, men heldur prísa Guði fyri hetta navnið. Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guðs húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guðs? Og um tað er við ítastu neyð, at hin rættvísi verður bjargaður, hvat man tá fara at verða úr hinum gudleysa og syndaranum? Tí skulu eisini tey, sum líða eftir Guðs vilja, líta sálir sínar til hin trúfasta skaparan, meðan tey halda fram við at gera tað, sum gott er.
Hinum elstu tykkara millum áminni eg sum samelsti og vitni um líðingar Krists, sum eisini skal fáa lut í teirri dýrd, sum skal verða opinberað. Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar. Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin. Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum. Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen. Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður, – tí at tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at minna á og vitna, at hetta er Guðs sanna náði, sum tit standa í. Hin samútvalda (t.e. systurkirkjan) í Bábylon heilsar tykkum og líkaleiðis Markus, sonur mín. Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi!
Símun Pætur, tænari og ápostul Jesu Krists, til teirra, sum hava fingið ta somu dýrabaru trúgv sum vit fyri rættvísi Guðs várs og frelsara várs, Jesu Krists. Náði og friður verði tykkum margfalt fyri í kunnugleika um Guð og Jesus, váran harra! Við tað at hansara guddómligi máttur hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs og Guðs ótta við kunnugleikanum um hann, sum kallaði okkum við síni egnu dýrd og kraft, og við teimum hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu verða felagar í guddómligari náttúru, tá ið tit komast undan spillingini í heiminum, sum stendst av girndum, so gerið tykkum tí eisini av teirri grund allan ómak fyri í trúgv tykkara at sýna dygd, og í dygdini skynsemi, og í skynsemini avhald, og í avhaldinum tolmóð, og í tolmóðinum gudsótta, og í gudsóttanum bróðurkærleika, og í bróðurkærleikanum kærleika. Tí at tá ið hetta er at finna hjá tykkum og tað tekur til, tá letur tað tykkum ikki vera yrkisleysar ella fruktaleysar viðvíkjandi kunnugleikanum um váran harra, Jesus Krist. Tí at tann, sum hetta ikki er at finna hjá, er blindur, stuttskygdur, og hevur gloymt reinsanina frá sínum fyrru syndum. Leggið tykkum tí tess meira eina við, brøður, at gera kall tykkara og útveljing tykkara føst; tí at tá ið tit gera hetta, skulu tit ikki á nøkrum sinni snáva. Tí at soleiðis skal tykkum ríkliga verða veittur inngangur til harra og frelsara várs, Jesu Krists, æviga ríki. Tess vegna ætli eg mær altíð at minna tykkum á hetta, tó at tit vita tað og eru grundfestir í tí sannleikanum, sum er hjá tykkum. Kortini haldi eg tað vera beint at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi, tá ið eg veit, at tjald mítt brátt skal verða niður tikið, soleiðis sum sjálvur vár harri Jesus Kristus hevur latið tað birtast fyri mær. Men eg vil eisini leggja dent á, at tit altíð eftir burturferð mína kunnu minnast hetta. Tí at tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: «Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til.» Og hesa rødd hoyrdu vit sjálvir koma av himni, tá ið vit vóru við honum á hinum heilaga fjallinum. Og tess fastari hava vit hitt profetiska orðið, og tit gera rætt í at geva gætur eftir tí sum eftir einum ljósi, sum skínur á einum myrkum staði, inntil tað lýsir av degi, og morgunstjørnan rennur upp í hjørtum tykkara; við tað at tit fram um alt vita hetta, at einki profetaorð í skriftini verður týtt av sær sjálvum; tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda.
Men eisini svikaprofetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar. Og mong skulu fylgja teimum í ósiðum teirra, so at sannleikans vegur fyri teirra skuld skal verða spottaður. Og av havisjúku skulu teir við svikaligum orðum fáa sær vinning av tykkum; men dómurin yvir teir frá gamlari tíð dvølur ikki, og undirgangur teirra blundar ikki. Tí at so satt sum Guð ikki eirdi einglunum, tá ið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og setti teir í myrkurs helli at vera í varðhaldi til dóms, og so satt hann ikki eirdi hinum forna heiminum, men varðveitti Nóa, rættferðarboðaran, sjálvan áttanda, tá ið hann læt flóðina koma yvir ein heim av gudleysum, og brendi staðirnar Sódomu og Gómorru til øsku og dømdi teir til oyðingar og setti teir til fyridømi fyri teimum, sum í framtíðini vildu liva í gudloysi, og bjargaði hinum rættvísa Lot, sum leiddist við tann ólíkliga levnaðin, sum hesi gudleysu livdu – tí at hesin rættvísi maður, sum búði millum teirra, píndist dag frá degi í síni rættvísu sál av teimum lógleysu verkum, sum hann sá og hoyrdi – so veit Harrin at bjarga teimum, ið óttast Guð, út úr freisting, men at halda hinum órættvísu, sum eru komin undir revsing, í varðhaldi til dómadags, og mest teimum, sum ganga eftir holdinum í óreinum ágirndum og hirða ikki harradømi. Frekir og sjálvgóðir sum teir eru, firnast teir ikki fyri at spotta dýrdarmáttir, meðan tó einglar, sum eru størri bæði í mátti og megi, ikki bera fram fyri Harran nakran spottandi dóm móti teimum. Men hesir, – eins og vitleys djór, sum samsvarandi síni náttúru eru fødd til at verða veidd og dripin – teir skulu, av tí at teir spotta tað, sum teir ikki kenna, eisini týnast, eins og hini verða týnd, og fáa soleiðis órættferðar løn. Hugur teirra er at liva í vællevnaði um dagin, hesir skemdarblettir og illmenni; teir válka sær í svikum sínum, tá ið teir sita í veitslum saman við tykkum; eygu teirra eru full av hordómi og mettast ikki av synd; teir lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í ágirnd; bølmenni eru teir. Teir eru farnir burtur av tí rætta veginum og eru vilstir, við tað at teir hava fylgt veginum hjá Bileami, Beors syni, sum elskaði órættferðar løn, men fekk revsing fyri sína egnu ógerð: Eitt ómælandi klyvjadjór talaði við mannamáli og aftraði profetinum í ørskapi hansara. Hesir menn eru vatnleysar keldur og toka, sum rekur fyri harðveðri; til teirra er bølamyrkrið goymt. Tí at við tað at teir tala hástór tómleiks orð, lokka teir í holds girndum við ólíkligum levnaði tey, sum fyri kortum eru sloppin frá teimum, sum ganga í villu; teir lova teimum frælsi, men sjálvir eru teir trælir av spilluni; tí at ein og hvør verður tess trælur, sum hann hevur verið við undirlutan fyri. Tí at um teir, sum eru slopnir frá óreinskapinum í heiminum, við tað at teir hava fingið kunnugleika um váran harra og frelsara Jesus Krist, aftur verða fløktir inn í hann og verða við undirlutan, tá er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra. Tí at tað hevði verið betri fyri teir, at teir ikki høvdu verið kunnugir við rættferðar vegin, enn at teir vóru vorðnir kunnugir við hann og so venda sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, sum teimum var givið. Tað hevur gingist teimum eftir hinum sanna orðtakinum: «Hundur vendir aftur til spýggju sína, og, tvigin súgv til at velta sær í skarni.»
Hetta er nú annað brævið, sum eg skrivi til tykkara, elskaðu tit, og í teimum báðum havi eg við áminning roynt at vekja tykkara reina hug til at minnast tey orðini, sum áður eru talað av hinum heilagu profetunum, og tað boðið frá harranum og frelsaranum, sum ápostlar tykkara hava boðað; og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum egnu lystum og siga: «Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stendur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar.» Tí at við vilja gloyma teir tað, at himnar vóru til í forðum og ein jørð, sum var komin av vatni og upp úr vatni fyri Guðs orði, og fyri tí gekk eisini tann heimur, sum tá var, undir í vatnflóðini. Men teir himnar, sum nú eru, og jørðin verða fyri hesum sama orði goymd til eldin og verða hildin uppi inntil tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dømd og týnd. Men hetta eina mega tit ikki gloyma, elskaðu tit, at ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. Men Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp. Tá ið nú alt hetta verður skilt sundur, hvør eiga tit ikki tá at hava eina heilaga atferð og gudsótta, meðan tit vænta og skunda undir, at Guðs dagur skal koma, sum skal gera, at himnarnir skiljast sundur í eldi, og eldur kemur í frumevnini, so at tey bráðna. Men vit vænta eftir fyrijáttan hansara nýggjar himnar og eina nýggja jørð, har sum rættvísi býr. Við tað at tit nú vænta hetta, elskaðu tit, tá leggið tykkum eina við, at tit mega verða funnir lýtaleysir og óspiltir frammi fyri honum í friði, og haldið langmóð várs harra fyri frelsu; soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin, líkasum hann eisini ger í øllum brævum sínum, tá ið hann í teimum talar um hesar lutir; í teimum er sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla, soleiðis sum teir eisini gera við aðrar skriftir sær sjálvum til undirgangs. Tá ið tit nú, elskaðu tit, vita hetta frammanundan, tá varið tykkum fyri, at tit ikki skulu verða drignir við av hinum óryggjuligu í teirra villu og falla frá tykkara egnu føstu støðu; men vaksið í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists. Honum veri dýrdin bæði nú og til ævigar tíðir! Amen.
Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa, og hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum. Og av hesum vita vit, at vit kenna hann, um vit halda boð hansara. Tann, sum sigur: <<Eg kenni hann,>> og ikki heldur boð hansara, hann er ein lygnari, og í honum er sannleikin ikki; men tann, sum heldur orð hansara, í honum er sanniliga Guðs kærleiki vorðin fullkomin. Av hesum kenna vit, at vit eru í honum. Tann, sum sigur, at hann verður í honum, hann eigur eisini sjálvur at liva, soleiðis sum hann livdi. Elskaðu tit, tað er ikki eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, men eitt gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi, tað gamla boðið er tað orðið, sum tit hava hoyrt. Og kortini er tað eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, sum er satt í honum og í tykkum; tí at myrkrið hvørvur, og hitt sanna ljósið skínur longu. Tann, sum sigur, at hann er í ljósinum, og hatar bróður sín, hann er enn í myrkrinum. Tann, sum elskar bróður sín, hann verður í ljósinum, og í honum er einki, sum fær hann at falla. Men tann, sum hatar bróður sín, hann er í myrkrinum og gongur í myrkrinum, og hann veit ikki, hvar hann fer, tí at myrkrið hevur blindað eygu hansara. Eg skrivi til tykkara, børn míni, av tí at syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns hansara skuld. Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, av tí at tit hava vunnið sigur á hinum illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn, av tí at tit kenna faðirin. Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, av tí at tit eru sterk, og Guðs orð verður í tykkum, og tit hava vunnið sigur á hinum illa. Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum. Og heimurin fer til grundar og lyst hansara; men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir. Børn míni, tað er hin síðsti tímin, og sum tit hava hoyrt, at Antikristus kemur, soleiðis eru nú mangir Antikristar komnir upp, og av hesum kenna vit, at tað er hin síðsti tímin. Teir eru komnir frá okkum, men teir vóru ikki av okkum; tí at um so var, at teir høvdu verið av okkum, tá høvdu teir verðið verandi hjá okkum; men tað varð, fyri at tað skuldi verða opinlýst, at teir ikki allir eru av okkum. Og tit hava salving frá hinum heilaga og vita alt. Eg havi ikki skrivað til tykkara av tí, at tit ikki vita sannleikan; men av tí at tit vita hann, og at eingin lygn er av sannleikanum. Hvør er lygnarin uttan tann, sum noktar, at Jesus er Kristus? Tann er Antikristus, sum noktar faðirin og sonin. Hvør tann, sum noktar sonin, hevur ikki heldur faðirin; tann, sum kennist við sonin, hevur eisini faðirin. Tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, latið tað verða verandi í tykkum. Um tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, verður verandi í tykkum, tá skulu tit eisini verða verandi í soninum og í faðirinum. Og hetta er tann fyrijáttanin, sum hann gav okkum: hitt æviga lívið. Hetta havi eg skrivað til tykkara um teir, sum villleiða tykkum. Og tann salvingin, sum tit fingu av honum, hon verður verandi í tykkum, og tit hava ikki fyri neyðini, at nakar skal læra tykkum; men soleiðis sum salving hansara lærir tykkum alt, er tað eisini satt og er ikki lygn; og soleiðis sum hon hevur lært tykkum, skulu tit eisini verða verandi í honum. Og nú, børn míni, verðið verandi í honum, fyri at vit, tá ið hann verður opinberaður, kunnu hava frímóð og ikki skulu verða til skammar fyri honum við komu hansara. Um tit vita, at hann er rættvísur, tá skilja tit, at hvør tann, sum fremur rættvísi, er føddur av honum.
Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. Av teirri grund kennir heimurin okkum ikki, at hann ikki hevur kent hann. Elskaðu tit, nú eru vit Guðs børn, og tað er enn ikki opinberað, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er. Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur. Hvør tann, sum ger synd, ger eisini lógbrot, og syndin er lógbrot. Og tit vita, at hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar; og í honum er ikki synd. Hvør tann, sum verður verandi í honum, syndar ikki; hvør tann, sum syndar, hevur ikki sæð hann og kennir hann ikki heldur. Børn míni, latið ongan villa tykkum! Tann, sum fremur rættvísi, er rættvísur, eins og hann er rættvísur. Tann, sum ger synd, er av djevulinum; tí at djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tess varð Guðs sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk. Hvør tann, sum er føddur av Guði, ger ikki synd, tí at sáð hansara verður verandi í honum, og hann kann ikki synda, tí at hann er føddur av Guði. Av hesum eru Guðs børn og djevulsins børn kunn; hvør, sum ikki fremur rættvísi, er ikki av Guði, og heldur ikki tann, sum ikki elskar bróður sín. Tí at hetta er tann boðskapurin, sum tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan; ikki eins og Káin, sum var av hinum illa og myrdi bróður sín. Og hvat myrdi hann hann fyri? Tí at gerningar hansara vóru vándir, men gerningar bróður hansara rættvísir. Undrist ikki, brøður mínir, um at heimurin hatar tykkum. Vit vita, at vit eru komnir frá deyðanum yvir til lívið, tí at vit elska brøðurnar; tann, sum ikki elskar, verður verandi í deyðanum. Hvør tann, sum hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verðandi í sær. Av hesum kenna vit kærleikan, at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at lata lívið fyri brøðurnar. Men tann, sum hevur heimsins góðs og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum, hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í honum? Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika. Og av hesum kunnu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá skulu vit frammi fyri ásjón hansara fáa hjørtu okkara at verða still, hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir. Elskaðu tit, um hjarta okkara ikki dømir okkum, tá hava vit frímóð fyri Guði, og hvat sum vit biðja um, tað fáa vit frá honum, tí at vit halda boð hansara og gera tað, sum honum hugnar. Og hetta er boð hansara, at vit skulu trúgva á navn sonar hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir tí boði, sum hann gav okkum. Og tann, sum heldur boð hansara, hann verður verandi í honum og hann í honum; og av hesum kenna vit, at hann verður verandi í okkum, av andanum, sum hann hevur givið okkum.
Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði. Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum. Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum. Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum og heimurin hoyrir teir. Vit eru av Guði; tann, sum kennir Guð, hoyrir okkum; tann, sum ikki er av Guði, hoyrir okkum ikki. Av hesum kenna vit sannleikans anda og villunnar anda. Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð. Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki. Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan. Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; um vit elska hvør annan, tá verður Guð verandi í okkum, og kærleiki hansara er fullkomin í okkum. Av hesum kenna vit, at vit verða verandi í honum og hann í okkum, at hann hevur givið okkum av sínum anda. Og vit hava sæð og vit vitna, at faðirin hevur sent sonin til at vera frelsari heimsins. Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði. Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum. Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava frímóð á dómadegi; tí at, eins og hann er, soleiðis eru eisini vit í hesum heimi. Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. Um einhvør sigur: <<Eg elski Guð,>> og hann hatar bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð? Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín.
Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Guði; og hvør tann, sum elskar faðirin, elskar eisini tann, sum er føddur av honum. Av hesum kenna vit, at vit elska Guðs børn, tá ið vit elska Guð og halda okkum eftir boði hansara. Tí at hetta er kærleikin til Guðs, at vit halda boð hansara; og boð hansara eru ikki tung; Tí at alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum; og hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara. Hvør er tann, sum vinnur sigur á heiminum, uttan tann, sum trýr, at Jesus er Guðs sonur. Hann er tann, sum er komin við vatni og blóði, Jesus Kristus; ikki við vatninum eina, men við vatninum og við blóðinum. Og andin er tann, sum vitnar, tí at andin er sannleikin. Tí at trý eru tey, sum vitna: Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt. Um vit taka ímót manna vitnisburði, tá er Guðs vitnisburður størri; tí at hetta er Guðs vitnisburður, at hann hevur vitnað um son sín. Tann, sum trýr á Guðs son, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, sum ikki trýr Guði, hevur gjørt hann til lygnara, tí at hann ikki hevur trúð á tann vitnisburð, sum Guð hevur vitnað um son sín. Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið. Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar. Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum. Og um vit vita, at hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at okkum eru veittar tær bønir, sum vit hava biðið hann um. Um einhvør sær bróður sín gera synd, sum ikki er til deyða, tá skal hann biðja, og hann skal geva honum lív, tað vil siga teimum, sum ikki synda til deyða. Til er synd til deyða; fyri henni sigi eg ikki, at hann skal biðja. Øll órættvísi er synd; men til er synd, sum ikki er til deyða. Vit vita, at hvør tann, sum er føddur av Guði, syndar ikki; men tann, sum er føddur av Guði, varðar heldur seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. Vit vita, at vit eru av Guði, og allur heimurin liggur í hinum illa. Men vit vita, at Guðs sonur er komin og hevur givið okkum skyn, so at vit kunnu kenna hin sanna; og vit eru í hinum sanna, í syni hansara, Jesusi Kristi. Hesin er hin sanni Guð og ævigt lív. Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum!
Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg elski í sannleika, og ikki eg einsamallur, men eisini øll, sum hava ásannað sannleikan, fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal verða hjá okkum allar ævir. Náði, miskunn og friður frá Guði faðir og frá Jesusi Kristi, syni faðirsins, skal vera við okkum í sannleika og kærleika. Eg havi verið ógvuliga fegin um, at eg havi hitt nøkur av børnum tínum, sum liva í sannleika, samsvarandi tí boði, sum vit fingu frá faðirinum. Og nú biði eg teg, frú, ikki so sum eg skrivaði eitt nýtt boð til tín, men heldur tað, sum vit høvdu frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan. Og hetta er kærleikin, at vit gera eftir boði hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, at tit skulu halda tykkum eftir tí. Tí at mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki kennast við, at Jesus Kristus er komin í holdi. Ein slíkur maður er villleiðarin og Antikristus. Verið varin um tykkum sjálv, at tit ikki skulu missa tað, sum vit hava avrikað, men at tit mega fáa fulla løn. Ein og hvør, sum víkur frá og ikki er støðufastur í læru Krists, hann hevur ikki Guð. Tann, sum er støðufastur í læruni, hann hevur bæði faðirin og sonin. Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan. Tí at tann, sum biður hann vera vælkomnan, kemur upp í part við honum í hansara illu gerningum. Tó at eg havi nógv at skriva til tykkara, vil eg ikki gera tað við pappíri og blekki; men eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, fyri at gleði okkara má verða fullkomin. Børnini hjá systur tíni, hini útvaldu, lata heilsa tær.
Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika. Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við. Tí at eg varð ógvuliga glaður, tá ið tað komu brøður og vitnaðu um tann sannleika, sum er í tær, hvussu tú fert at í sannleikanum. Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum. Elskaði mín, tú gert eina trúfasta gerð í øllum tí, sum tú virkar fyri brøðurnar, og tað fyri ókunnigar menn; og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði; tí at tað er fyri navnsins skuld, at teir eru farnir út, uttan at taka ímót nøkrum frá heidningunum. Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum. Eg havi skrivað nakað til kirkjufólkið; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, vil ikki taka ímót okkum. Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum. Elskaði mín, tak tú ikki eftir tí, sum ilt er, men eftir tí, sum gott er. Tann, ið ger gott, er av Guði; men tann, ið ilt ger, hevur ikki sæð Guð. Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum; eisini vit geva honum góðan vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur. Eg hevði nógv at skriva til tín, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni. Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman. Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris.
Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups, til teirra, sum eru kallað, sum eru elskað í Guði faðir og varðveitt Jesusi Kristi: miskunn og friður og kærleiki verði tykkum fyri í ríkiligum muni! Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðan frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guðs várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist. Men tó at tit vita alt burturav, vil eg kortini minna tykkum á, at tá ið Harrin hevði bjargað fólkinum út úr Egyptalandi, týndi hann síðan tey, sum ikki trúðu. Og teir einglarnar, sum ikki hildu fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, hevur hann goymt í varðhaldi í ævigum leinkjum undir myrkri til dóms á hinum stóra degi; eins og Sódoma og Gómorra og bygdirnar har um vegir, tá ið tær á líkan hátt sum hesir drivu hor og fóru eftir fremmandum holdi, eru settar sum eitt fyridømi, líðandi revsing í ævigum eldi. Og kortini gera hesir tað sama: við tað at teir ganga í dreymum, gera teir holdið óreint, vanvirða harradømi og spotta dýrdarmáttir. Men ikki vágaði sjálvur høvuðseingilin Mikael, tá ið hann trættist við djevulin um Móse likam, at seta fram ein spots dóm, men segði: «Harrin revsi teg!» Men hesir spotta tað, sum teir ikki kenna; og við tí, sum teir av náttúruni skilja eins og tey vitleysu djórini, forkoma teir sær sjálvum. Vei teimum, tí at teir hava gingið á Káins vegi og eru lopnir inn í Bileams villu, fyri vinnings skuld, og eru farnir til grundar í Kóras uppreisti. Hesir menn eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara, tá ið teir ósmædnir sita í veitslum við tykkum og nøra at sær; teir eru vatnleys skýggj, sum rekast fyri vindum; følnað trø, fruktaleys, tvær reisur deyð, rivin upp við rót; øðisligar havsbylgjur, sum skola frá sær sína egnu skomm; villfarandi stjørnur, sum bølamyrkrið er goymt til um allar ævir. Men um hesar menn var tað eisini Enok, sjeyndi maður frá Ádami, spáaði, tá ið hann segði: «Sí, Harrin er komin við sínum heilagu tíggju túsund, til at halda dóm yvir øllum og revsa allar hinar gudleysu fyri øll teirra gudloysis verk, sum teir hava gjørt, og fyri øll tey hørðu orð, sum teir hava talað ímót honum, hinir gudleysu syndarar.» Hesir menn eru slíkir, sum knarra og klaga um lagnu sína, og tó ganga eftir girndum sínum; og muður teirra mælir hástór orð, og tó sýna teir virðing fyri fólki fyri vinnings skuld. Men tit, elskaðu, minnist til tey orð, sum áður eru talað av várs harra Jesu Krists ápostlum. Tí at teir søgdu tykkum: Í síðstu tíðum skulu koma spottarar, sum ganga eftir sínum egnu gudloysis girndum. Hesir menn eru teir, sum valda split, náttúrligar menniskjur, sum ikki hava anda. Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum sjálv á tykkara heilagastu trúgv; biðið í heilagum anda, og haldið tykkum sjálv í Guðs kærleika, meðan tit bíða eftir várs harrra Jesu Krists náði til ævigt lív. Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva, og summi skulu tit frelsa, við tað at tit ríva tey út úr eldinum, og summum skulu tit várkunna við ótta, so at tit hata enntá kyrtilin, sum dálkaður er av holdinum. Men honum, sum er mentur at varðveita tykkum frá at falla og lata tykkum koma fram fyri dýrd sína, lýtaleys í fagnaði, hinum einasta Guði, frelsara várum fyri Jesus Krist, váran harra, veri dýrd, hátign, vald og máttur fyri allar ævir og nú og um allar ævir! Amen.
Opinbering Jesu Krists, sum Guð gav honum, til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt fer at henda. Og hann sendi boð við eingli sínum og sýndi tað í teknum fyri Jóhannesi, tænara sínum, sum hevur vitnað um Guðs orð og um vitnisburð Jesu Krists, alt tað sum hann sá. Sælur er tann, sum lesur, og teir, sum hoyra orð profetadómsins og varðveita tað, sum skrivað er í honum, tí at tíðin er í nánd. Jóhannes til hini sjey kirkjuliðini, sum eru í Ásiu: Náði veri við tykkum og friður frá honum, sum er, og sum var og sum kemur, og frá hinum sjey andunum, sum eru framman fyri hásæti hansara, og frá Jesusi Kristi, honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum, og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen. Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen. Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri, sum segði: «Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu. Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg sjey gullljósastakar, og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna; men høvur hansara og hár var hvítt, som hvít ull, sum mjøll; og eygu hansara sum eldslogi; og føtur hansara líktust skínandi málmi, sum verður gløddur í ovni, og rødd hansara var sum ljóð av mongum vøtnum. Og hann hevði í høgru hond síni sjey stjørnur, og úr munni hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón hansara var sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum. Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar. Skriva nú tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal eftir hetta, loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.»
«Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Sardes skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum hevur hinar sjey andar Guðs og hinar sjey stjørnurnar: Eg veit um gerningar tínar, at tú eitist at liva, men ert deyður. Vakna og styrk alt hitt, sum er við at doyggja; tí at eg havi ikki funnið gerningar tínar fullførdar fyri ásjón Guðs míns. Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um! Um tú tá ikki vakir, skal eg koma eins og tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvørja stund eg komi á teg. Men tú hevur nøkur fá nøvn í Sardes, sum ikki hava dálkað klæði síni, og teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir. Tann, sum sigrar, hann skal soleiðis verða ílatin hvít klæði, og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara. Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Filadelfiu skalt tú skriva: Hetta sigur tann heilagi, tann sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, hann sum letur upp, so at eingin letur aftur, og letur aftur, so at eingin letur upp: Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. Sí, eg lati nakrar av samkomuhúsi Sátans koma, sum siga seg sjálvar vera Jødar, og eru tað ikki, men ljúgva; sí, eg skal gera, at teir skulu koma og kasta seg niður fyri føtur tínar og fáa at vita, at eg havi elskað teg. Av tí at tú hevur varðveitt orð mítt um tolmóð, skal eg eisini varðveita teg frá freistingarstundini, sum koma skal yvir allan heimin, til at freista teir, sum á jørðini búgva. Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! Tann, sum sigrar, hann skal eg gera til stólpa í templi Guðs míns, og hann skal aldri meira fara út haðan, og eg skal skriva á hann navn Guðs míns og navn staðar Guðs míns, hins nýggja Jerúsalems, sum kemur oman av himni frá Guði mínum, og navn mítt, hitt nýggja. Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Laodikeu skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum er Amen, hitt trúgva og sannorðaða vitnið, upphav Guðs skapnings: Eg veit um gerningar tínar, at tú ert hvørki kaldur ella heitur! Gævi, tú vart kaldur ella heitur! Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja teg út úr munni mínum – við tað at tú sigur: «Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð» – og tú veitst ikki, at tú ert vesælur og eymur og fátækur og blindur og nakin; tí ráði eg tær, at tú keypir av mær gull, brent í eldi, fyri at tú kanst verða ríkur, og hvít klæði, fyri at tú kanst klæða teg við teimum, og skommin av nakni tínum ikki skal verða at síggja, og salvu at smyrja eygu tíni við, fyri at tú kanst síggja. Allar teir, sum eg elski, teir revsi eg og agi. Ver tí áhugaður og vend um! Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. Tann, sum sigrar, hann skal eg lata sita hjá mær í hásæti mínum, líkasum eisini eg havi sigrað og eri setstur hjá faðir mínum í hásæti hansara. Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum!»
Eftir hetta sá eg, og sí, tað vóru opnar dyr á himninum, og hin fyrra røddin, sum eg hevði hoyrt, sum var tað ein lúður, ið talaði við meg, segði: «Stíg upp higar, og eg skal sýna tær tað, sum eigur at henda eftir hetta!» Og í stundini varð eg burtur ryktur í andanum, og sí: Hásæti var reist á himni, og einhvør sat í hásætinum. Og tann, sum har sat, var á at líta líkur jaspissteini og sardissteini, og ælabogi var rundan um hásætið, á at líta líkur smaragdi, og uttan um hásætið vóru fýra og tjúgu hásæti, og í hásætunum sá eg sita fýra og tjúgu elstar, klæddar í hvítum klæðum, og á høvdum sínum høvdu teir gullkrúnur. Og út frá hásætinum gingu ljós og røddir og torusláttir, og sjey eldkyndlar brunnu framman fyri hásætinum, sum eru teir sjey andar Guðs. Og framman fyri hásætinum var sum glarhav, líkt krystalli, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, alsettar við eygum frammantil og aftantil. Og fyrsta veran er lík leyvu, og onnur veran er lík oksa, og triðja veran hevur ásjón sum menniskja, og fjórða veran er lík fljúgvandi ørn. Og tær fýra verurnar, hvør ein teirra, høvdu seks veingir, og vóru rundan um og innanvert alsettar við eygum; og uttan upphald, dag og nátt, siga tær: «Heilagur, heilagur, heilagur, Harrin Guð, hin alvaldi, hann, sum var, og sum er, og sum kemur!» Og tá ið verurnar veita honum, sum í hásætinum situr, dýrd og heiður og tøkk, honum sum livir um aldur og allar ævir, tá falla hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja hann, sum livir um aldur og allar ævir, og kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga: «Verdur ert tú, Harri og Guð okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir til og vórðu skapaðir.»
Og eg sá, tá ið lambið læt upp eitt av hinum sjey innsiglunum, og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga sum við torurødd: «Kom!» Og eg sá, og sí: Hvítur hestur; og tann, sum á honum sat, hevði boga, og honum varð fingin krúna, og hann fór út sigrandi og fyri at sigra. Og tá ið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: «Kom!» Og har kom út annar hestur, reyður, og tí, sum á honum sat, varð tað givið at taka friðin burtur av jørðini, og at teir skuldu drepa hvør annan; og honum varð fingið stórt svørð. Og tá ið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: «Kom!» Og eg sá, og sí: Svartur hestur; og tann, sum á honum sat, hevði vekt í hondini á sær; og eg hoyrdi sum eina rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar, sum segði: «Eitt mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!» Og tá ið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg røddina á fjórðu veruni, sum segði: «Kom!» Og eg sá, og sí: «Bleikgulur hestur; og tann, sum á honum sat, navn hansara var deyði, og hel var í fylgi við honum; og teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini, til at drepa við svørði og við hungri og við sótt og lata fólk umkomast av villdjórum á jørðini. Og tá ið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, sum høvdu verið dripnir fyri Guðs orðs sakir og fyri vitnisburðarins sakir, sum teir høvdu. Og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Hvussu leingi, Harri, tú heilagi og sannorðaði, ætlar tú at bíða við at døma og at hevna blóð okkara á teir, sum á jørðini búgva?» Og teimum vórðu fingin, einum og hvørjum, long hvít klæði, og sagt varð við teir, at teir skuldu hvílast enn eina stutta tíð, inntil eisini samtænarar teirra og brøður teirra, sum skuldu verða dripnir eins og teir sjálvir, fyltu talið. Og eg sá, tá ið tað læt upp sætta innsiglið, og har varð mikil landskjálvti, og sólin varð svørt sum hársekkur, og mánin varð allur sum blóð. Og stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og fikutræ, sum er skakað av hørðum stormi, kastar sínar óstadnu fikur niður. Og himmalin hvarv burtur eins og bók, sum rullað verður saman, og hvørt fjall og hvør oyggj varð flutt burtur úr staði sínum. Og kongarnir á jørðini og stórmenninir og herhøvdingarnir og ríkmenninir og maktamenninir og hvør trælur og hvør frælsur maður fjaldu seg í hellum og í fjallahomrum. Og teir siga við fjøllini og hamrarnar: «Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði lambsins; tí at komin er dagurin, hin stóri dagur vreiði teirra, og hvør er førur at standast?»
Eftir hetta sá eg fýra einglar, sum stóðu á hinum fýra hornunum á jørðini; teir hildu hinum fýra vindunum á jørðini, fyri at eingin vindur skuldi blása yvir jørðina, heldur ikki yvir havið, heldur ikki yvir nakað træ. Og eg sá annan eingil stíga upp frá sólarrenningini, og hann helt á innsigli hins livandi Guðs, og hann rópaði við harðari reyst til hinar fýra einglarnar, sum givið var at granda jørðini og havinum, og segði: «Grandið ikki jørðini, heldur ikki havinum, heldur ikki trøunum, áðrenn vit hava innsiglað tænarar Guðs várs á ennum teirra!» Og eg hoyrdi talið á hinum innsiglaðu, hundrað og fýrati og fýra túsund vórðu innsiglaðir av øllum ættargreinum Ísraelssona: Av Júda ættargrein vórðu tólv túsund innsiglaðir; av Rubens ættargrein tólv túsund; av Gáds ættargrein tólv túsund; av Assers ættargrein tólv túsund; av Naftalis ættargrein tólv túsund; av Manasse ættargrein tólv túsund; av Símeons ættargrein tólv túsund; av Levi ættargrein tólv túsund; av Issakars ættargrein tólv túsund; av Sebulons ættargrein tólv túsund; av Jósefs ættargrein tólv túsund, av Benjamins ættargrein tólv túsund innsiglaðir. Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.» Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: «Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen.» Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: «Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?» Og eg segði við hann: «Harri mín, tú veitst tað.» Og hann segði við meg: «Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt tár av eygum teirra.»
Og tá ið tað læt upp hitt sjeynda innsiglið, varð tøgn á himni okkurt um hálvan tíma. Og eg sá hinar sjey einglarnar, sum standa fyri ásjón Guðs, og teimum vórðu fingnar sjey básúnur. Og annar eingil kom og fór at standa við altarið; hann helt á roykilsiskeri av gulli, og honum varð fingið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftur at bønunum frá øllum hinum heilagu á gullaltarið framman fyri hásætinum. Og roykurin av roykilsinum steig upp við bønunum frá hinum heilagu úr hond eingilsins fyri ásjón Guðs. Og eingilin tók roykilsiskerið og fylti tað við eldi av altarinum og kastaði tað oman á jørðina; og tað komu torusláttir og røddir og snarljós og landskjálvti. Og hinir sjey einglarnir, sum hildu á hinum sjey básúnunum, búgvaðust til at blása. Og hin fyrsti eingilin básúnaði, og tá kom heglingur og eldur, blandað við blóði, og tað varð kastað oman á jørðina; og triðingurin av jørðini brendist, og triðingurin av trøunum brendist, og alt grønt gras brendist. Og annar eingilin básúnaði, og tað var, sum stórt fjall, logandi av eldi, varð kastað í havið; og triðingurin av havinum varð blóð. Og triðingurin doyði av skapningunum í havinum, sum lív var í; og triðingurin av skipunum fórst. Og triði eingilin básúnaði, og niður av himni fall stór stjørna, logandi sum kyndil, og hon fall niður á triðingin av áunum og á vatnskeldurnar. Og navnið á stjørnuni kallast malurt, og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og mangir menn doyðu av vøtnunum, tí at tey vóru vorðin beisk. Og fjórði eingilin básúnaði, og triðingurin av sólini varð raktur og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrktur, og dagurin misti triðingin av ljósi sínum, og náttin somuleiðis. Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: «Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!»
Og fimti eingilin básúnaði, og eg sá stjørnu, sum fallin var av himni oman á jørðina, og henni varð fingin lykilin til avgrundarbrunnin. Og hon læt upp avgrundarbrunnin, og roykur kom upp úr brunninum, eins og roykur úr stórum ovni, og sólin myrknaði og luftin av roykinum úr brunninum. Og út úr roykinum komu grashoppur á jørðina, og teimum varð givið vald eins og skorpiónirnar á jørðini hava vald. Og sagt varð við tær, at tær ikki skuldu skaða grasið á jørðini, ikki heldur nakran grønan gróður, ikki heldur nakað træ, uttan eina tey menniskju, sum ikki hava innsigli Guðs á ennum sínum. Og teimum varð boðið, at tær ikki skuldu drepa tey, men at tey skuldu verða pínd í fimm mánaðir; og pínan av teimum var sum pínan av skorpión, tá ið hon stingur fólk. Og á teimum døgum skulu menniskjuni søkja deyðan og ikki finna hann, og tey skulu ynskja sær at doyggja, og deyðin skal flýggja frá teimum. Og til útsjóndar vóru grashoppurnar líkar hestum, búnum til bardaga, og á høvdum teirra vóru eins og krúnur, líkar gulli, og andlit teirra vóru eins og mannaandlit. Og tær høvdu hár eins og hár á kvinnum, og tenn teirra vóru eins og leyvutenn. Og tær høvdu brynjur eins og jarnbrynjur, og veingjadunið frá teimum var eins og dun av vognum, tá ið mangir hestar fara rennandi til bardaga. Og tær hava halar líkasum skorpiónir, og broddar. Og í hølum teirra er vald teirra til at skaða menniskjuni í fimm mánaðir. Kong hava tær yvir sær, avgrundareingilin; navn hansara er á hebráiskum Abbadon, og á grikskum hevur hann navnið Ápollýon. Hitt fyrsta veiið er yvirstaðið; sí, tað koma enn tvey vei eftir hetta! Og sætti eingilin básúnaði, og eg hoyrdi eina rødd frá teimum fýra hornunum á gullaltarinum, sum er framman fyri Guði; og hon segði við hin sætta eingilin, sum hevði básúnuna: «Loys hinar fýra einglarnar, sum bundnir eru við ánna miklu, Evfrat. Og hinir fýra einglarnir vórðu loystir, sum vóru til reiðar til tann tíman og dagin og mánaðin og árið at drepa triðingin av menniskjuni. Og talið á herliðunum av reiðmonnum var tvær reisur tíggju túsund ferðir tíggju túsund; eg hoyrdi tal teirra. Og soleiðis sá eg í sjónini hestarnar og teir, sum á teimum sótu, og teir høvdu eldreyðar og svartbláar og svávulsgular brynjur, og høvdini á hestunum vóru eins og høvd á leyvum, og úr munnum teirra gekk út eldur og roykur og svávul. Í hesum trimum plágum varð triðingurin av menniskjuni dripin, av eldinum og roykinum og svávulinum, sum gekk út úr munnum teirra. Tí at vald hestanna er í munni teirra og í hølum teirra; tí at halar teirra eru líkir høggormum og hava høvd, og við teimum gera teir skaða. Og hini menniskjuni, sum ikki vórðu dripin í hesum plágum, vendu ikki um frá handaverkum sínum, so at tey hildu uppat at tilbiðja hinar illu andarnar og skurðgudarnar av gulli og av silvuri og av kopari og av steini og av træi, sum hvørki kunnu síggja ella hoyra ella ganga. Og tey vendu ikki um frá manndrápum sínum ella frá gandakunstum sínum, ella frá hordómi sínum, ella frá tjóvskapi sínum.
Og mær varð fingið rør, líkt einum stavi, og sagt varð: «Statt upp og mála tempul Guðs og altarið og teir, sum har tilbiðja! Men forgarðin, sum er uttan fyri templið, skalt tú lata vera uttanfyri og ikki mála hann, tí at hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu traðka undir fótum hin heilaga staðin í fýrati og tveir mánaðir. Og eg skal geva mínum tveimum vitnum, at tey skulu profetera í eitt túsund og tvey hundrað og seksti dagar, klædd í sekkjum. Hetta eru hini tvey oljutrøini og hinir tveir ljósastakarnir, sum standa frammi fyri harra jarðarinnar. Og um einhvør vil skaða tey, gongur eldur út úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra; og um einhvør skuldi vilja skaða tey, skal hann á tann hátt verða dripin. Hesi hava vald til at lata himmalin aftur, so at tað ikki kemur regn teir dagarnar, tey profetera; og tey hava vald á vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum tey vilja. Og tá ið tey hava fullført vitnisburð sín, skal djórið, sum stígur upp úr avgrundini, føra stríð við tey, og skal vinna tey og drepa tey. Og lík teirra skulu liggja á gøtunum í staðinum mikla, sum andliga kallast Sódoma og Egyptaland, har sum eisini harri teirra varð krossfestur. Og menn av tjóðum og ættargreinum og tungumálum og fólkasløgum síggja lík teirra tríggjar dagar og hálvan, og loyva ikki, at lík teirra verða løgd í grøv. Og teir, sum á jørðini búgva, gleðast yvir teimum og halda sær at gaman og senda hvør øðrum gávur, tí at hesir tveir profetar vóru ein plága fyri teir, sum á jørðini búgva.» Og eftir hinar tríggjar dagarnar og hálvan fór lívsandi frá Guði í teir, og teir risu á føtur, og mikil ótti fell yvir teir, sum sóu teir. Og teir hoyrdu harða rødd av himni, sum segði við teir: «Stígið upp higar!» Og teir stigu upp til himmalin í skýinum, og fíggindar teirra hugdu at. Og á teirri stund varð mikil landskjálvti, og tíggjundi parturin av staðinum rapaði, og í landskjálvtanum umkomust sjey túsund menn; og teir, sum eftir vóru, vórðu óttafullir og góvu Guði himmalsins æru. Annað veiið er yvirstaðið; sí, hitt triðja veiið kemur brátt! Og sjeyndi eingilin básúnaði, og tað hoyrdust harðar røddir á himni, sum søgdu: «Heimsins kongadømið er vorðið Harra várs og hins salvaða hansara, og hann skal vera kongur um aldur og allar ævir.» Og hinir fýra og tjúgu elstu, sum sita fyri ásjón Guðs í hásætum sínum, fullu fram á andlit síni og tilbóðu Guð og søgdu: «Vær tøkkum tær, Harri Guð, tú alvaldi, tú sum ert, og tú sum vart, at tú hevur tikið hin mikla mátt tín og gjørst kongur. Og fólkasløgini eru vorðin vreið, og vreiði tín er komin og tann tíð, tá ið deyð skulu verða dømd, og tíðin til at geva tænarum tínum, profetunum, løn, og hinum heilagu, og teimum, sum óttast navn títt, smáum og stórum, og til at oyða teir, sum jørðina oyða.» Og tempul Guðs á himni varð latið upp, og sáttmálaørk hansara kom til sjóndar í templi hansara, og snarljós komu og røddir og torusláttir og landskjálvti og stórur heglingur.
Og eg sá djór stíga upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, og á hornunum á tí vóru tíggju krúnur, og á høvdunum á tí vóru gudsspottanar nøvn. Og djórið, sum eg sá, var líkt leopardu, og føturnir á tí vóru sum bjarnarføtur, og munnurin á tí sum leyvumunnur, og drekin gav tí mátt sín og hásæti sítt og stórt vald. Og eg sá eitt av høvdunum á tí, sum var tað sært til ólívis, og banasár tess varð grøtt, og øll jørðin fylgdi við undran djórinum. Og teir tilbóðu drekan, av tí at hann hevði givið djórinum valdið; og teir tilbóðu djórið og søgdu: «Hvør er djórsins javni, og hvør er mentur at stríðast móti tí?» Og tí varð givin munnur, sum talaði stór orð og spottanir, og tí varð givið vald til at virka í fýrati og tveir mánaðir. Og tað læt upp munn sín til spottanir móti Guði, til at spotta navn hansara og tjaldbúð hansara, tey sum búgva á himni. Og tí varð givið at taka upp stríð móti hinum heilagu og at vinna á teimum, og tí varð givið vald yvir eini og hvørji ættargrein og eini og hvørji tjóð og einum og hvørjum tungumáli og einum og hvørjum fólkaslagi. Og allir teir, sum á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, ein og hvør tann, sum ikki frá tí, at verøldin varð grundað, eigur navn sítt skrivað í lívsins bók hjá lambinum, sum er dripið. Um einhvør hevur oyra, tá hoyri hann! Um einhvør koyrir í fongsil, skal hann verða koyrdur í fongsil; um einhvør drepur við svørði, skal hann verða dripin við svørði. Her ræður um tolmóðina og trúnna hjá hinum heilagu. Og eg sá annað djór stíga upp úr jørðini, og tað hevði tvey horn lík lambshornum, og tað talaði eins og dreki. Og tað útinnir alt valdið hjá hinum fyrra djórinum fyri eygunum á tí, og tað fær jørðina og teir, sum á henni búgva, til at tilbiðja hitt fyrra djórið, sum banasárið varð grøtt á. Og tað ger mikil tekin, so at tað eisini fær eld at falla niður av himni á jørðina fyri eygunum á monnum. Og tað villleiðir teir, sum búgva á jørðini við teknunum, sum tí varð givið at gera fyri eygunum á djórinum, og tað sigur við teir, sum búgva á jørðini, at teir skulu gera mynd av djórinum, sum hevur sárið av svørðinum og kom til lívs. Og tí varð givið vald til at geva mynd djórsins anda, so at mynd djórsins eisini kundi tala og gera tað, at allir teir, sum ikki vildu tilbiðja mynd djórsins, skuldu verða dripnir. Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt, fyri at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, sum hevur merkið, navn djórsins ella tal navns tess. Her ræður um vísdómin. Tann, sum hevur skil, hann rokni tal djórsins; tí at tað er tal mans, og tal hansara er seks hundrað og seksti og seks.
Og eg sá, og sí: Lambið stóð á Sionfjalli, og við tí hundrað og fýrati og fýra túsund, sum høvdu navn tess og navn faðirs tess skrivað á ennum sínum. Og eg hoyrdi rødd av himni, sum suð av mongum vøtnum og sum dun av harðari toru, og røddin, sum eg hoyrdi, var sum harpuljómur, tá ið harpuleikarar sláa harpur sínar. Og teir sungu nýggjan song framman fyri hásætinum og framman fyri hinum fýra verunum og hinum elstu; og eingin kundi læra songin uttan hinir hundrað og fýrati og fýra túsund, teir, sum út eru loystir frá jørðini. Hetta eru teir, sum ikki hava dálkað seg við kvinnum, tí at teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, sum fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru loystir út frá monnum til ein frumgróður hjá Guði og lambinum. Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir. Og eg sá annan eingil fljúgva uppi undir miðhimninum; hann hevði ævigan gleðiboðskap at boða teimum, sum á jørðini búgva, og øllum fólkasløgum og ættargreinum og tungumálum og tjóðum; og hann segði við harðari reyst: «Óttist Guð og gevið honum æru, tí at komin er tími dóms hansara, og tilbiðið tann, sum gjørdi himmalin og jørðina og havið og vatnskeldurnar. Og uppaftur annar eingil kom aftaná og segði: «Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, sum skonkt hevur øllum fólkasløgum av vreiði-víni hordóms síns.» Og uppaftur triði eingil kom aftan á teir og segði við harðari reyst: «Um einhvør tilbiður djórið og mynd tess og fær merki á enni sítt ella hond sína; tá skal hann eisini drekka av vreiði-víni Guðs, sum skonkt er óblandað í vreiði-bikar hansara, og hann skal verða píndur í eldi og svávuli fyri eygunum á heilagum einglum og fyri eygunum á lambinum. Og roykurin av pínslu teirra stígur upp um aldur og allar ævir, og ikki hava teir hvíld dag og nátt, teir sum tilbiðja djórið og mynd tess, og ein og hvør tann, sum tekur merki navns tess.» Her ræður um tolmóðina hjá hinum heilagu, teimum sum varðveita Guðs boð og trúnna á Jesus. Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: «Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.» Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív. Og annar eingil kom út úr templinum; hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum á skýinum sat: «Ber út akurknív tín og sker; tí at tímin til at skera er komin, tí at akur jarðarinnar er staðin.» Og tann, sum á skýinum sat, brá akurknívi sínum út um jørðina, og jørðin varð skorin. Og annar eingil kom út úr templinum á himni, og eisini hann hevði hvassan akurknív. Og annar eingil kom út frá altarinum, og hann hevði vald yvir eldinum, og hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum hevði hin hvassa akurknívin, og segði: «Ber út hvassa akurknív tín, og sker vínberini av víntræi jarðarinnar, tí at vínberini á tí eru staðin!» Og eingilin brá akurknívi sínum út um jørðina, og skar fruktina av víntræi jarðarinnar og kastaði hana í Guðs stóru vreiði-vínpersu. Og vínpersan varð troðin uttan fyri staðin, og blóð kom út av vínpersuni, so at tað tók upp undir boygslini á hestunum, so langt sum eitt túsund og seks hundrað stádiur.
Og eg sá annað tekin á himni, stórt og undurfult: sjey einglar, sum høvdu hinar sjey síðstu plágurnar, tí at við teimum er vreiði Guðs fullførd. Og eg sá sum glarhav blandað við eldi, og eg sá teir, sum høvdu vunnið sigur á djórinum og á mynd tess og á tali navns tess, standa við glarhavið og halda á hørpum Guðs. Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: «Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna! Hvør skuldi ikki óttast, Harri, og prísa navni tínum? Tí at tú eina ert heilagur, tí at øll fólkasløg skulu koma og tilbiðja fyri ásjón tíni, tí at tínir rættvísu dómar eru vorðnir opinberir!» Og eftir hetta sá eg, og upp varð latið vitnisburðar-tjaldbúðar-templið á himni. Og hinir sjey einglarnir, sum høvdu hinar sjey plágurnar, gingu út úr templinum, klæddir í reinum skínandi líni og gyrdir við gullbeltum um bringu. Og ein av hinum fýra verunum fekk hinum sjey einglunum sjey gullskálir, fullar av vreiði Guðs, hann sum livir um aldur og allar ævir. Og templið fyltist av royki av dýrd Guðs og av mátti hansara; og eingin kundi ganga inn í templið, fyrr enn hinar sjey plágurnar frá hinum sjey einglunum vóru endaðar.
Og eg hoyrdi harða rødd frá templinum siga við hinar sjey einglarnar: «Farið og hellið Guðs vreiði sjey skálir út yvir jørðina!» Og hin fyrsti fór og helti skál sína á jørðina; og tað komu frekir og ringir sullir á teir menn, sum høvdu merki djórsins og tilbóðu mynd tess. Og hin annar helti skál sína í havið, og tað varð blóð, sum blóð av deyðum manni, og ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var. Og hin triði helti skál sína í áirnar og vatnskeldurnar, og tað varð blóð. Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: «Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, tú hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis: tí at blóð av heilagum og profetum hava teir helt út, og tú hevur givið teimum blóð at drekka; teir eru tess verdir.» Og eg hoyrdi altarið siga: «Ja, Harrin Guð, tú alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar tínir.» Og hin fjórði helti skál sína á sólina, og honum varð givið vald til at brenna menniskjuni í eldi. Og menniskjuni vórðu brend í stórum hita, og tey spottaðu navn Guðs, sum hevur valdið yvir hesum plágum; og tey vendu ikki um, so at tey góvu honum æru. Og hin fimti helti skál sína á hásæti djórsins; og tess kongaríki myrknaði, og tey bitu seg í tungurnar av pínslu, og tey spottaðu Guð himmalsins fyri pínslur sínar og fyri sullir sínar, og tey vendu ikki um frá gerningum sínum. Og hin sætti helti skál sína í ánna miklu, Evfrat; og vatnið í henni tornaði upp, fyri at vegur skuldi verða greiddur fyri kongunum, sum koma frá sólarrenningini. Og eg sá koma út úr munni drekans og út úr munni djórsins og út úr munni svikaprofetsins tríggjar óreinar andar, eins og paddur; tí at teir eru djevlaandar, sum gera tekin, og teir fara út til kongarnar í øllum mannaheiminum til at savna teir saman til bardagan á hinum mikla degi Guðs hins alvalda. Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni, so at hann ikki skal ganga nakin, og tey skulu síggja skomm hansara! – Og teir savnaðu teir saman á tann staðin, sum á hebráiskum kallast Harmageddon. Og hin sjeyndi helti skál sína í luftina, og hørð rødd kom út úr templinum, frá hásætinum og segði: «Tað er gjørt!» Og tað komu snarljós og røddir og torusláttir, og tað kom mikil landskjálvti, slíkur sum ikki hevur verið, frá tí maður varð til á jørðini, tílíkur landskjálvti, so mikil. Og staðurin mikli fór í tríggjar lutir, og staðirnir hjá fólkasløgunum fullu. Og minst varð til Bábylon hina miklu hjá Guði at geva henni bikarið við grimdarvreiði-víni sínum. Og hvør ein oyggj hvarv, og fjøll vóru ikki longur til. Og stórur heglingur, sum sentnaratungur, fell niður av himni á menniskjuna, og menniskjan spottaði Guð fyri heglingspláguna, tí at ógvuliga stór var plágan av honum.
Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, kom og talaði við meg og segði: «Kom higar, og eg skal sýna tær dómin yvir hina stóru skøkjuna, sum situr yvir mongum vøtnum, sum kongar jarðarinnar hava horast við, og teir, sum á jørðini búgva, vórðu druknir av hordómsvíni hennara.» Og hann førdi meg í anda út í oyðimørk, og eg sá kvinnu sita á skarlaksreyðum djóri, alsettum við spottanar-nøvnum, tað hevði sjey høvd og tíggju horn. Og kvinnan var klædd í purpuri og skarlaki og var skrýdd við gulli og gimsteinum og perlum; hon hevði í hondini gullbikar, fult av andstygdum og óreinskum hordóms hennara. Og á enni hennara var skrivað navn, ein loyndardómur: «Bábylon hin mikla, móðir at skøkjum og andstygdum á jørðini.» Og eg sá kvinnuna drukna av blóði teirra heilagu og av blóði Jesu vitna, og eg undraðist stórliga, tá ið eg sá hana. Og eingilin segði við meg: «Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndardómin við kvinnuni og við djórinum, sum hana ber og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini: Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma. Her ræður um skynsemi, sum hevur vísdóm. Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á; og tey eru sjey kongar. Fimm eru falnir, ein er nú uppi, hin er enn ikki komin; og tá ið hann kemur, eigur hann at halda stutt við. Og djórið, sum var og er ikki, er bæði sjálvt hin áttandi og er av teimum sjey og fer burtur til glatanar. Og hini tíggju hornini, sum tú sást, eru tíggju kongar, sum enn ikki hava tikið við kongadømi; men teir fáa vald sum kongar ein tíma saman við djórinum. Hesir hava allir eitt í huga, og mátt sín og vald sítt geva teir djórinum. Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, – tí at tað er drottur drotta og kongur konga – og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.» Og hann sigur við meg: «Vøtnini, sum tú sást, har sum skøkjan situr, eru tjóðir og flokkar og fólkasløg og tungumál. Og hini tíggju hornini, sum tú sást, og djórið, hesi skulu hata skøkjuna og gera hana oydna og nakna og eta kjøt hennara, og tey skulu brenna hana í eldi. Tí at Guð hevur givið teimum í hjarta at fullføra ráð sítt og fullføra hitt eina og sama ráðið og geva djórinum ríki teirra, inntil orð Guðs eru framd. Og kvinnan, sum tú sást, er hin mikli staðurin, sum hevur kongavald yvir kongum jarðarinnar.»
Eftir hetta sá eg annan eingil stíga oman av himni; hann hevði stórt vald, og jørðin skygdi av dýrd hansara. Og hann rópaði við sterkari reyst og segði: «Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, og hon er vorðin bústaður hjá illum andum, og fongsil hjá alskyns óreinum andum, og fongsil hjá alskyns óreinum og andstyggum fuglum; tí at av vreiði-víni hordóms hennara hava øll fólkasløgini drukkið, og kongar jarðarinnar hava horast við henni, og keypmenn jarðarinnar ríkaðust upp av nøgd ólevnaðs hennara.» Og eg hoyrdi aðra reyst av himni, sum segði: «Gangið út, fólk mítt, frá henni, so at tit ongan lut hava í syndum hennara, og so at tit ikki verða rakt av plágum hennara; tí at syndir hennara rúgva líka upp til himmalin, og Guð hevur minst til ógerðir hennara. Gjaldið henni, eins og hon hevur goldið, og lønið henni tvífalt aftur eftir gerningum hennara; skeinkið henni tvífalt í bikarið, sum hon hevur skonkt! So mikið sum hon dýrmetti seg sjálva og livdi í ólevnaði, so mikið skulu tit geva henni av pínslu og sorg! Tí at hon sigur í hjarta sínum: «Eg siti sum drotning og eri ikki einkja, og sorg skal eg als ikki fáa at síggja.» Tí skulu plágur hennara koma á einum degi: deyði og sorg og hungur, og í eldi skal hon verða uppbrend; tí at veldigur er Harrin Guð, sum hana dømdi. Og gráta um hana og ýla um hana skulu kongar jarðarinnar, sum horaðust við henni og livdu í ólevnaði við henni, tá ið teir síggja roykin av brennu hennara, meðan teir standa langt burturi frá av ótta fyri pínslu hennara og siga: «Vei, vei, staðurin mikli, Bábylon, staðurin sterki; tí at á einum tíma er dómur tín komin!» Og keypmenn jarðarinnar gráta og syrgja um hana, tí at eingin keypir nú longur vørur teirra, vørur av gulli og silvuri og gimsteinum og perlum og dýrabarum líni og purpuri og silki og skarlaki, og alskyns angandi við og alskyns ílát av fílabeini og alskyns ílát av dýrasta viði og kopari og jarni og marmori, og kanelbark og balsam og roykilsi og smyrsl og virak og vín og olju og fínt mjøl og hveiti og neyt og seyð og hestar og vagnar og trælir og mannasálir. Og ávøksturin, sum sál tín hevði hug á, er vikin burtur frá tær, og alt hitt feita og alt hitt glitrandi er horvið frá tær, og aldri skal nakar finna eitt sindur av tí longur. Teir, sum handla við hesum lutum, sum hava ríkað seg upp av henni, skulu standa langt burturi, av ótta fyri pínslu hennara, grátandi og harmandi, og siga: «Vei, vei, staðurin mikli, sum var klæddur í dýrum líni og purpuri, og lýsti av gulli og gimsteinum og perlum, tí at á einum tíma er so stórt eitt ríkidømi oytt.» Og allir stýrimenn og allir skiparar og allir sjómenn og allir teir, sum søkja sjógvin, stóðu langt burturi og rópaðu, tá ið teir sóu roykin av brennu hennara, og søgdu: «Hvør staður er javni við staðin mikla?» Og teir kastaðu mold í høvdini á sær og rópaðu grátandi og harmandi og søgdu: «Vei, vei, staðurin mikli, har sum allir teir, sum hava skip á sjónum, ríkaðu seg upp av skreyti hennara, tí at á einum tíma varð hon løgd í oyði!» Fegnast yvir henni, tú himin, og tit heilagu, og tit ápostlar, og tit profetar, tí at Guð hevur hildið dóm fyri tykkum yvir henni!» Og ein veldigur eingil tók upp stein, sum stóran kvarnarstein, og kastaði hann í havið og segði: «Soleiðis skal í bræði Bábylon, staðurin mikli, verða kollvelt, og ikki verða longur at finna. Og ljóð av harpuleikarum og sangarum og floytuspælarum og lúðurblásarum skal ikki longur hoyrast í tær, og eingin listamaður í nøkrum listarverki skal longur finnast í tær, og ljóð av kvørn skal ikki longur hoyrast í tær. Og ljós av lampu skal ikki longur lýsa í tær, og mál á brúðgómi og brúður skal ikki longur hoyrast í tær; tí at keypmenn tínir vóru høvdingar jarðarinnar, av tí at øll fólkasløg vórðu villleidd av tølan tíni. Og í henni varð funnið blóð av profetum og heilagum og av øllum teimum, sum hava verið dripnir á jørðini.»
Eftir hetta hoyrdi eg sum harða rødd av stórum skara á himni, og teir søgdu: «Halleluja! Frelsan og dýrdin og mátturin er Guðs várs! Tí at sannir og rættvísir eru dómar hansara, tí at hann hevur dømt hina stóru skøkjuna, hana sum spilti jørðina við hordómi sínum, og hann hevur tikið hevnd yvir blóð tænara sína av hennara hond!» Og uppaftur søgdu teir: «Halleluja!» Og roykurin stendur upp av henni um aldur og allar ævir. Og hinir fýra og tjúgu elstu og hinar fýra verurnar fullu niður og tilbóðu Guð, sum í hásætinum situr, og søgdu: «Amen! Halleluja!» Og rødd gekk út frá hásætinum og segði: «Lovsyngið Guði várum allir tænarar hansara, tit sum óttast hann, smáir og stórir!» Og eg hoyrdi rødd sum av stórum skara, og sum ljóð av mongum vøtnum og sum dun av hørðum torusláttum, sum søgdu: «Halleluja! tí at Harrin Guð vár, hin alvaldi, hevur tikið við kongadøminum! Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til! Og henni er givið at lata seg í dýrt, skínandi reint lín, tí at hitt dýra línið er rættferðarverk teirra heilagu.» Og hann sigur við meg: «Skriva: Sælir eru teir, sum bodnir eru til brúdleypskvøldmáltíð lambsins!» Og hann sigur við meg: «Hetta eru hini sonnu orð Guðs!» Og eg fell niður fyri føtur hansara til at tilbiðja hann, og hann sigur við meg: «Ger tað ikki! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, sum hava vitnisburð Jesu. Tilbið Guð! Tí at vitnisburður Jesu er andi profetadómsins.» Og eg sá himmalin opnaðan, og sí: hvítur hestur. Og tann, sum á honum sat, eitur «trúgvur og sannorðaður», og hann dømir og stríðir við rættvísi. Men eygu hansara eru eldslogi, og á høvdi hansara eru mangar krúnur; og hann hevur navn skrivað, sum eingin kennir, uttan hann sjálvur. Og hann er klæddur í skikkju, droypt í blóði, og navn hansara kallast: Guðs orð. Og herliðini á himni fylgdu honum á hvítum hestum, klædd í dýrum, hvítum og reinum líni. Og úr munni hansara gongur út hvast svørð, fyri at hann skal sláa fólkasløgini við tí, og hann stýrir teimum við jarnstavi, og hann treður vínpersu grimdarvreiði Guðs, hins alvalda. Og á skikkju síni og á lend síni hevur hann navn skrivað: «Kongur konga og drottur drotta.» Og eg sá ein eingil, sum stóð í sólini, og hann rópaði við harðari reyst og segði við allar fuglarnar, sum flugu uppi undir miðhimninum: «Komið, savnið tykkum saman til hina stóru kvøldmáltíð Guðs, til at eta kjøt av kongum og kjøt av herhøvdingum og kjøt av kappum og kjøt av hestum og av teimum, sum á teimum sita, og kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!» Og eg sá djórið og kongar jarðarinnar og herlið teirra savnað saman til at føra kríggj móti honum, sum á hestinum sat, og móti herliði hansara. Og djórið varð tikið, og saman við tí svikaprofeturin, sum gjørt hevði tekinini fyri eygunum á tí, sum hann hevði villleitt teir við, sum høvdu tikið við merki djórsins, og teir, sum høvdu tilbiðið mynd tess. Tey bæði vórðu kastað livandi í eldsjógvin, sum logar av svávuli. Og hinir vórðu dripnir við svørði hansara, sum á hestinum sat, tí svørðinum, sum gekk út úr munni hansara; og allir fuglarnir mettaðust av ræum teirra.
Og eg sá eingil stíga niður av himni, og hann hevði lykil avgrundarinnar og stóra leinkju í hondini. Og hann tók drekan, hin gamla ormin sum er djevulin og Sátan, og bant hann fyri túsund ár, og kastaði hann í avgrundina og læsti fyri honum og setti innsigli yvir honum, so at hann ikki longur skuldi villleiða fólkasløgini, inntil hini túsund árini vóru liðin. Eftir tað eigur hann at verða loystur eina stutta tíð. Og eg sá hásæti, og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið; og eg sá sálir teirra, sum hálshøgdir høvdu verið fyri Jesu vitnisburðar skuld og fyri Guðs orðs skuld, og teir, sum ikki høvdu tilbiðið djórið ella mynd tess, og ikki høvdu tikið merkið á enni sítt og á hond sína; og teir livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár. Men aðrir deyðir livnaðu ikki uppaftur, fyrr enn hini túsund árini vóru liðin. Hetta er fyrra uppreisnin. Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini; yvir teimum hevur hin annar deyðin ikki vald, men teir skulu vera prestar Guðs og Krists, og teir skulu ráða saman við honum túsund ár. Og tá ið hesi túsund árini eru liðin, skal Sátan verða loystur úr fongsli sínum. Og hann skal ganga út til at villa fólkasløgini, tey sum eru á hinum fýra hornunum á jørðini, Gog og Mágog, og savna tey saman til bardaga, og talið á teimum er sum havsins sandur. Og teir hildu niðan á jarðarinnar víða vøll og kringsettu herbúðir teirra heilagu og staðin hin elskaða. Og eldur fell niður av himni og oyddi teir. Og djevulin, sum vilti teir, varð kastaður í eld- og svávulsjógvin, har sum bæði djórið og svikaprofeturin vóru; og tey skulu verða pínd dag og nátt um aldur og allar ævir. Og eg sá stórt, hvítt hásæti og tann, sum í tí sat; fyri ásjón hansara hvarv jørðin og himmalin, og staður var ikki at finna fyri teimum. Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. Og deyðin og helheimurin vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin. Og um einhvør ikki fanst skrivaður í lívsins bók, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.» Og tann, sum í hásætinum sat, segði: «Sí, eg geri allur lutir nýggjar!» Og hann sigur: «Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.» Og hann segði við meg: «Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki. Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín. Men hinir ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar, lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli, tað er hin annar deyðin.» Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði við meg og segði: «Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins!» Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sum steig niður av himni frá Guði, og hevði dýrd Guðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sum krystalskærur jaspissteinur. Hann hevði stóran og høgan múr, og hevði tólv portur, og við portrini tólv einglar, og nøvn skrivað á, sum eru nøvnini á hinum tólv ættargreinum Ísraelssona: móti eystri trý portur, og móti norðri trý portur, og móti suðri trý portur, og móti vestri trý portur. Og múrurin um staðin hevði tólv grundarsteinar, og á teimum tólv nøvn teirra tólv ápostla lambsins. Og tann, sum talaði við meg, hevði eitt mát, ein gullstav, til at mála staðin við og portur hansara og múr hansara. Og staðurin liggur í fýrhyrningi, og longdin á honum er javnstór við breiddina. Og hann máldi staðin við stavinum, tólv túsund stádiur; longd og breidd og hædd hansara eru javnar. Og hann máldi múrin um hann, hundrað og fýrati og fýra alin, eftir mannamáti, sum er einglamát. Og tilfarið í múrinum um hann var jaspis, og staðurin var reint gull, sum líknaði skærum glari. Grundarsteinarnir í staðarmúrinum vóru prýddir við alskyns gimsteinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd, fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryll, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametýst. Og hini tólv portrini vóru tólv perlur, og hvørt portrið fyri seg var úr einari perlu; og gøtan í staðinum var reint gull, sum skyggið glar. Og tempul sá eg ikki í honum; tí at Harrin Guð hin alvaldi, er tempul hansara, og lambið. Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har. Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara. Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.
Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ, sum bar tólv ferðir ávøkst og hvønn mánað gav ávøkst sín; og bløðini á træinum vóru til lekidóms hjá fólkasløgunum. Og eingin bannseting skal longur vera til, og hásæti Guðs og lambsins skal vera í honum, og tænarar hansara skulu tæna honum. Og teir skulu síggja ásjón hansara, og navn hansara skal vera á ennum teirra. Og nátt skal ikki longur vera til, og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós, tí at Harrin Guð skínur á teir, og teir skulu ráða um aldur og allar ævir. Og hann segði við meg: «Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. Sí, eg komi skjótt! Sælur er tann, sum varðveitir orð profetadómsins í hesi bók!» Og eg, Jóhannes, eri tann, sum sá og hoyrdi hetta. Og tá ið eg hevði hoyrt og sæð tað, fell eg niður til at tilbiðja fyri fótum eingilsins, sum sýndi mær hetta. Og hann sigur við meg: «Ger tað ikki! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum varðveita orðini í hesi bók. Tilbið Guð!» Og hann sigur við meg: «Innsigla ikki orð profetadómsins í hesi bók, tí at tíðin er í nánd. Tann, sum ger órætt, haldi fram við at gera órætt, og hin óreini haldi fram við óreinsku síni, og hin rættvísi haldi fram við rættferð síni, og hin heilagi haldi fram við halgan síni! Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum gerningur hansara er. Eg eri Alfa og Omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. Fyri uttan eru hundarnir og gandakallarnir og horkallarnir og manndrápararnir og skurðgudadýrkararnir og hvør tann, sum elskar og fer við lygn. Eg, Jesus, havi sent eingil mín til at vitna fyri tykkum hesar lutir um kirkjuliðini. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta stjørnan, morgunstjørnan. Og andin og brúðurin siga: «Kom!» Og tann, sum hoyrir, sigi: «Kom!» Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!» Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir orð profetadómsins í hesi bók: leggur nakar nakað aftur at teimum, tá skal Guð leggja á hann tær plágur, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Guð taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. Tann, sum hetta vitnar, sigur: «Ja, eg komi skjótt.» – Amen, kom, Harri Jesus! Náði Harrans Jesu veri við øllum!
Mentunarligir munir Orsøkin til fyrstnevnda bólkin er, sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum, at ein mamma fyri nakað síðani vendi sær til stovnin, um at fáa henda spurning við-gjørdan.
-Eg haldi at dysturin móti Golmard var tann ringasti dysturin eg nakran tíð havi spælt.
Arbeiðsgevarin lækkar A-inntøkuna niður í 85%.
Hetta skuldi verið ein góð trygd fyri at tryggingin fevnir um tað, sum brúkarin hevur tørv á, sigur stjórin í Trygd, Christian C. Nielsen.
Føroyska heimastýri er ein avtala millum tveir partar, sum annar parturin ikki kann víkja frá.
Albert Camus
2-ára statslánsbrævið-6% st. lån 1999-kostaði 103,16 móti 103,15 fyri viku síðan.
Áðrenn vit koma nærri inn á tað pedagogiska, vilja vit gera vart við, at hølisviðurskiftini á føroysku studentaskúlunum als ikki eru til 28 næmingar í hvørjum flokki.
Danir hava gjørt stórar íløgur í fiskivinnuna í seinastuni bæði í sambandi við moderiniseringar og viðlíkahald.
Gunnar Dahl-Olsen (REUTER) Hetta hendi 24 tímar eftir at formaðurin, og góði stuðul hansara í felagnum, Terry Venables, segði seg úr starvi.
Tey leggja hann undir at hava oyðilagt ta russisku samfelagsskipanina.
Heimastýrislógin til stórvask
---Tað verður ikki so tíðarkrevjandi at umvæla og umbyggja Másan, men tað kann kortini væl henda, at arbeiðið verður útsett, til summarið er av, tí frá 1. mai og nakrar mánaðir fram skal skipið verða tøkt at flyta ferðafólk (savnsmynd)
Undir øllum umstøðum kann skatturin hjá hesum ikki útroknast rætt fyrr enn árið eftir tá ið sjálvuppgávan er latin inn.
Men her er tað tíðin, sum arbeiðir við vágamonnum, og um tú ikki hoppar upp í tíðarinnar vogn, situr tú eftir í vegkantinum, og tú kanst gloyma alt um framtíðina hjá flogvøllinum í Vágum, um ikki nakað munagott hendir við sambandinum um sundið.
Alt hetta kann gerast innan víðu karmarnar av verandi heimastýrislóg.
Og har tann størsti sigurin er at síggja síni egnu arbeiðspláss liggja lamin.
Vit vóru fýra býráðslimir, ið atkvøddu ímóti, at tikið varð av játtanini til skúlan.
Ikki er lætt at meta um virðið av kjakinum, ið hevur verið síðani fríggjadagin hin 16. januar í ár.
Um teir ikki trúðu hesum, høvdu teir ikki komið til Føroya, sigur hann.
Eftir øllum at døma, so bíðar danska ferðslumálaráðið bert eftir greiðum» boðum «úr Føroyum.