text
stringlengths 1
888k
|
---|
Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymisk endamál. Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, so finna vit rætta lánið til tín. Ungdómslán Ungdómslán er ætlað tær, ið er millum 18 og 28 ár og hevur arbeiði, men sum í eitt tíðarskeið hevur brúk fyri størri fíggjarligum rásarúmi. Vit vita, at tað viðhvørt kann vera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Serliga, tá eyka útreiðslur sníkja seg inn í gerandisdagin. Kanska skal teldan skiftast út, ella møguliga er tað ein brúktur bilur, sum lokkar? Tá er gott at kunna avgreiða keypið beinanvegin. Ungdómslánið úr Betri Banka er skjótt og lætt at stovna. Tær nýtist ikki at veita trygd fyri láninum, og peningurin er tí skjótt á kontu. Tú kanst læna upp í 30.000 krónur við eini afturgjaldstíð á í mesta lagi 2 ár, og rentan á Ungdómsláninum er broytilig. Broytilig renta merkir, at rentan kann hækka ella lækka í lánitíðarskeiðnum. Visti tú, at tú aloftast skalt hava 10 prosent í eginpeningi, tá tú keypir bústað? Kom og práta við okkum um, hvussu tú sparir saman til framtíðar bústaðin og fá 500 krónur, tá tú stovnar Bústaðarkontu. Lestrarkredittur Ert tú millum 18-28 ár og í læru ella undir hægri útbúgving, hevur tú møguleika at fáa ein Lestrarkreditt. At vera lesandi ella í læru merkir sum oftast, at tú í nøkur ár hevur lága inntøku. Tá kann tað vera gull vert at fáa fíggjarligt rásarúm í eitt tíðarskeið. Fyrsta árið kann Lestrarkreditturin í mesta lagi vera 15.000 krónur, men kann síðani hækka upp í 30.000 krónur. Tú rindar rentu av upphæddini, tú brúkar av kredittinum umframt eitt árligt gjald av hámarkinum á kredittinum. Lestrarkredittur verður veittur uttan serliga trygd, men skjalprógv fyri skúla ella lærupláss skal fyriliggja. Somuleiðis tryggjar Betri Banki sær, at studningur, SU ella líknandi kemur inn á kredittin. Hóast tað ikki er eitt krav, mæla vit kortini til at niðurgjalda kredittin við eini minni upphædd mánaðarliga. Er kreditturin ikki goldin, tá útbúgvingin er lokin, ber til at leggja um til lán. Set teg í samband við ein av okkara ungdómsráðgevum, og lat okkum hjálpa tær at gera eina avtalu um niðurgjalding. |
Alsamt fleiri tænastur til okkum borgarar eru nú á netinum. Eisini hjá bankanum. Her á síðuni kanst tú lesa um fyrimunirnar við at brúka Netbankan. Ert tú í iva um, hvussu tú ber teg at við at fáa Netbankan, eru vit til reiðar at hjálpa. Hevur tú skund? Hevur tú tað allar best, tá tú ikki skalt standa í bíðirøð, bíða í telefonini ella yvirhøvur bara bíða, til latið verður upp? So er Netbankin heilt vist nakað fyri teg. Við Netbankanum skalt tú ikki bíða eftir nøkrum. Tú hevur altið atgongd til tínar kontur umvegis teldu, teldil ella fartelefon og kanst gjalda rokningar, gera flytingar, handla virðisbrøv, sperra gjaldskort v. m., tá tú vilt. Netbanka appin er ment og tillagað til ávíkavist iOS, Android og Windows. Ger sum 2/3 av okkara kundum og fá tær Netbanka Umsit tíni fíggjarviðurskifti á teldu, teldli ella á telefonini. Tá verður tað ikki lættari. |
Í Betri Banka bjóða vit tannáringum ymsar loysnir og tænastur, sum gera góðan mun í gerandisdegnum. Les meira um tilboðini her á síðuni og fá greiðu á, hvørjar kontur, gjaldskort og annað rigga best til tín. Fíggjarliga frælsið byrjar Tá tú ert tannáringur, broytist nógv. Bæði kropsliga, andaliga og í tínium lívi sum heild. Tú fært vanliga størri frælsi, byrjar møguliga at arbeiða, og hevur brúk fyri at ráða yvir egnum pengum. Tað kann eisini vera, at tú ynskir tær okkurt serligt, sum tú nú kanst spara upp til? Í Betri Banka ynskja vit at gera tað so lætt og trygt hjá tær at umsita tínar pengar sum til ber. Tí hava vit sett saman ymisk góð tilboð til tannáringar, sum tú kanst lesa meira um her á síðuni. Niðanfyri ber til at rokna út, hvussu nógvan pening, tú fært, um tú í eitt ávíst áramál setir inn eitt fast gjald um mánaðin á eina uppsparingarkontu. Góð ráð Stovna eina Nýtslukontu til løn og lummapengar. Stovna eina Uppsparingarkontu, og lær teg at spara upp pening. Set ein part av lønini ella lummapengunum inn á uppsparingarkontuna hvønn mánað. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar keyp. Skúlar á gátt Skúlaflokkar eru vælkomnir á gátt til ein fyrilestur. Hetta kundi veri ein øðrvísi tími fyri næmingarnar, har vit siga frá um ymiskt bankavirksemi. Vit halda m. a. fyrilestrar innan nýtsluvanar, fíggjarætlan, Netbankan, lønarseðlar, at skriva umsókn og CV, at vera næmingur ella starvslesandi í Betri Banka. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at koma við fyrispurningum um evni, sum ikki eru við her. Einasta tú skalt gera er at skriva ein teldupost til ung. banki @ betri. fo Nýtslukonta Tá tú fyllir 13 ár, kanst tú fáa eina Nýtslukontu í Betri Banka, sum er ókeypis at stovna og hava. Tá tú fært eina Nýtslukontu, kanst tú samstundis fáa tær eitt kort. Tú skalt bara lata ein bíleggingarseðil inn í eina deild í bankanum, og minnast til at fáa foreldur ella verja at undirskriva hann áðrenn. Sum nakað serligt bjóða vit eisini øllum ungum í aldrinum 13-17 ár at fáa mynd á kortið ókeypis. Les meira um hvat og hvussu her. Afturat hesum bjóða vit eisini netbankaloysnir frá tí, tú fyllir 13 ár. Um tú knýtir Netbankan at tíni Nýtslukontu, hevur tú altíð lætta og skjóta atgongd til yvirlitið yvir penganýtslu og uppsparing á tíni kontu. Uppsparingarkonta Tað er skilagott at halda peninganýtslu og uppsparing atskilt. Vit mæla tær tí til at stovna eina Nýtslukontu til tína løn og lummapengar, og eina Uppsparingarkontu til uppsparingina. Netbanki til tannáringar Tannáringar í aldrinum 13-14 ár fáa bert atgongd til at hyggja eftir kontunum í Netbankanum. Tað ber ikki til at gera flytingar. Tá tú ert 15 ár, kanst tú stovna ein nýggjan Netbanka, sum gevur atgongd til at gera flytingar o. l. Legg til merkis, at foreldur kunnu fáa atgongd til Netbankan hjá børnunum, til tey fylla 18 ár. |
At vera ungur er eitt serliga hendingaríkt tíðarskeið í lívinum, har tú hevur brúk fyri, at tíni fíggjarviðurskifti stuðla heldur enn forða tær í at gera tinar dreymar til veruleika. Lat okkara ungdómsráðgevar hjálpa tær at fáa ein haldgóðan fíggjarkarm um títt lív. Skraddaraseymaðar tænastur Pengarnir eru ofta ikki nógvir, tá tú ert ungur, lesandi ella í læru. Tí er umráðandi at vera tilvitaður um, hvussu tú brúkar tínar pengar. Í Betri Banka hava vit eina Ungdómsdeild, sum er serkøn innan fíggjartørvin hjá ungum og veitir tænastur, góð ráð og tiltøk til tín, sum er millum 18-28 ár. Ungdómspakkin–Tínir fyrimunir frítikin negativum rentum 2 ókeypis kort ókeypis Netbanka ókeypis kontur við lagaligum treytum 500 krónur tá tú stovnar Bústaðarkontu Tín ráðgevi Óansæð, um tú ert lesandi, í læru ella longu í arbeiðslívinum, fært tú sum Ungdómskundi hjá okkum tín egna Ungdómsráðgeva, sum kennir tín fíggjartørv, og sum dugir væl at seta seg inn í júst tína støðu. Soleiðis vilja vit geva tær best møguligt grundarlag, tá tú skalt taka fíggjarligar avgerðir, sum skulu fáa teg á mál við øllum tí, tú hevur sett tær fyri. /ung tiltøk Á hvørjum ári stuðlar, luttekur ella skipar Ungdómsdeildin fyri ymiskum tiltøkum fyri ung. Les meira um tiltøkini her: |
Tá tú fyllir 18 ár broytist nógv. Ein tann størsta broytingin er, at tú nú ert myndig/ur. Hetta letur fleiri nýggjar hurðar upp. Sum kundi hjá Ungdómsdeildini í Betri Banka merkir tað eisini, at tú fært fleiri møguleikar, sum tú kanst lesa meira um her á síðuni. Títt fyrsta bankaprát Tá tú sum 18 ára gamal hevur fingið fíggjarligan avgerðarrætt, fært tú størri fíggjarligt frælsi og eisini størri ábyrgd. Nú er tað tú- og bara tú, sum hevur ábyrgd av teimum avgerðum, tú tekur. Tí er tín 18 ára føðingardagur eisini eitt fínt høvi til at fáa sær góðar pengavanar, so at tú altíð hevur yvirlit yvir tína fíggjarstøðu og minnist til at brúka teir møguleikar, sum vit bjóða tær. Tey næstu 5-10 árini eru hendingarík. Tú flytir møguliga heimanífrá, byrjar at lesa ella læra og fært møguliga eisini tína egnu familju. Nógvar av teimum stóru broytingunum í tínum lívi eru onkursvegna tengdar at tínum fíggjarlívi. Fyri at fáa sum mest burtur úr tíni inntøku hesa tíðina, loysir tað seg væl at hava okkum við á síðulinjuni. Tá syrgja vit í felag fyri, at tíni fíggjarviðurskifti eru gearaði til hesar broytingar. Góð ráð um uppsparing Lær teg at spara upp og at brúka pengar á skilagóðan hátt-til dømis við at gera eina Fíggjarætlan saman við tínum Ungdómsráðgeva. Set eina fasta upphædd inn á uppsparingarkontu um mánaðin. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar íløgur. Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út Mikkjal er 19 ára gamal og er undir útbúgving. Hann gongur á miðnámi og arbeiðir nakrar tímar um vikuna á einari bensinstøð. Lønin er ikki altíð tann sama av tí, at Mikkjal ikki altíð arbeiðir líka nógv hvønn mánaða. Hann býr heima hjá foreldrunum og sleppur at lána bilin hjá teimum. Mikkjal vil gjarna eiga sín egna bil. Tí hevur hann sett sær sum mál at spara upp, so hann kann keypa ein bil innan tvey ár. Hann hevur sett eina fíggjaræltan upp, sum sær soleiðis út: Útreiðslurnar eru ikki nógvar, av tí, at hann býr heima, men hann hevur eitt hald til eina venjingarmiðstøð og Spotify. Tá ið Mikkjal var 18 ár teknaði hann sær eina Ungdómsvanlukkutrygging. Hann setur 50 krónur til síðis hvønn mánaða, so er tað lættari, tá rokningin skal gjaldast í januar. Harumframt raðfestir hann at seta meira inn á Uppsparingarkontuna, tá hann fær meira í løn. Fíggjarætlanin hevur givið Mikkjali yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur, og hann veit akkurát hvussu nógv hann kann keypa fyri í kantinuni í skúlanum og aðrastaðni. Inntøka Studningur 1.910 kr. Løn 2.500 kr. 4.410 kr. Fastar útreiðslur Venjingarmiðstøð 280 kr. 99 kr. Ungdómsvanlukkutrygging 50 kr. Uppsparing 2.500 kr. 2.929 kr. Eftir, tá alt er goldið 1.481 kr. Bústaðarkontan Við eini bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. Tú fært eina gávu á 500 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu. At ringja til bankan er neyvan tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú fyllir 18 ár. Tí senda vit tær eitt føðingardagskort á tínum 18 ára føðingardegi, har vit nýta høvi at bjóða tær inn til títt fyrsta prát við tín Ungdómsráðgeva. Tá tú kemur inn til prátið, hittir tú tín Ungdómsráðgeva, og tit práta eitt sindur um teg, títt lív og tínar framtíðardreymar. Í felag seta tit orð á tín fíggjartørv og seta saman tær tænastur í okkara Ungdómspakka, ið hóska best til tín. Ungdómspakkin Tínir fyrimunir Í Ungdómspakkanum hava vit savnað tær mest viðkomandi tænasturnar til ung millum 18 og 28 ár. Fleiri tænastur í Ungdómspakkanum eru æntin ókeypis ella hava serliga góðar treytir. |
Uppsparing er gull verd. Flyt eina fasta upphædd um mánaðin inn á eina Uppsparingarkontu-tá stendur tú ongantíð á berum. Flyta saman Hevur tú ætlanir um at flyta saman við makanum, eigur tú eisini at hugsa um at innrætta tykkara fíggjarlív eitt sindur øðrvísi. Nógvir spurningar kunnu stinga seg upp í hesum sambandi, so sum: Hvussu deila vit rokningar? Skulu vit hava sama banka? Hvussu við tryggingum? Um tit ikki hava lán ella børn saman, kunnu tit byrja við at hava eina felags Heildarkontu við føstum flytingum til rokningar. Tá tit deila køliskáp kann tað eisini vera eitt gott hugskot at hava eina kontu til matútreiðslurnar. Eru tit bæði kundar í Betri, kunnu vit bjóða tykkum hvør sítt kort til Nýtslukontuna. Best er, um tað er eitt Mastercard Debit. Tá kann kontan ikki fara í minus At hava eina uppsparing til óvæntaðar útreiðslur og feriur er nógv vert. Um tit hava ráð, er eisini gott at spara upp til størri íløgur sum t. d. til bil ella hús Kannið, um tit eru nóg væl tryggaði. Vit hjálpa fegin við øllum spurningum í hesum sambandi Hava tit sama banka, kann tað vera ein fyrimunur fyri samlaða yvirlitið at hava sama ráðgeva. Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Saman leiga tey eina íbúð. Nú, tá inntøkan er so avmarkað, hava tey avgjørt at stovna eina Heildarkontu til fastar útreiðslur og eina Innlánskontu til mat fyri at hava betri skil á fíggjarviðurskiftunum. Afturat hesum hevur Heidi valt at arbeiða á eini matstovu. Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o. a. Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina. Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað. Tá fastar útreiðslur, matur, uppsparing og annað er goldið, hava Kári og Heidi 3.980 kr. eftir at liva fyri. Netto inntøkur Kári Lærlingaløn 8.449 kr. Heidi Studningur 4.471 kr. Lestrarstarv 3.000 kr. 15.920 kr. Fastar útreiðslur/Heildarkonta Leiga 6.000 kr. 500 kr. 400 kr. 200 kr. Ymiskt annað 300 kr. Havnar Handverkarafelag 40 kr. 7.440 kr. Innlánskontu til mat 2500 kr. Bústaðarkonta 1000 kr. Uppsparingarkonta 1000 kr. Eftir, tá alt er goldið 3.980 kr. Bústaðarkontan Við eini bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu. Tú fært eina gávu á 500 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu. |
Tá tú ert lesandi ella í læru broytist tín fíggjarstøða. Tú fært studning, SU ella lærlingaløn og samstundis fleiri nýggjar útreiðslur til eitt nú bústað, bøkur og ferðing. Lat okkum hjálpa tær at fáa sum mest burtur úr tíni nýggju fíggjarstøðu. Umhugsar tú at fara undir víðari lesnað ella í læru? Tá tú ert lesandi ella í læru eru pengarnir ofta ikki so nógvir. Tí er umráðandi at hugsa um tínar pengavanar, og tillaga nýtsluna eftir broyttu støðuni. Í Ungdómsdeildini í Betri Banka leggja vit serliga stóran dent á at veita tær holla ráðgeving um tínar møguleikar og serligu tænasturnar til tín millum 18-28 ár. Sum kundi hjá okkum fært tú tín egna Ungdómsráðgeva, sum tekur støði í júst tær og tínum fíggjarviðurskiftum. Soleiðis kann ein fíggjarætlan síggja út Kári og Heidi eru bæði undir útbúgving. Kári er í læru sum timburmaður, og Heidi lesur á Setrinum. Sjálvt um tey ikki hava so nógvar pengar, vilja tey leggja eitt sindur av pengum til síðis hvønn mánað til óvantaðar útreiðslur, ferðing o. a. Tey hava tí valt at seta 1000 krónur inn á eina Uppsparingarkontu um mánaðin. Alt ger mun og um summarið, tá Heidi hevur møguleika at arbeiða meira enn vanligt, setir hon enn meira inn á uppsparingina. Afturat hesum hava Heidi og Kári valt at flyta 1000 krónur um mánaðin inn á eina Bústaðarkontu fyri at spara upp til egnan bústað. Lestrarstarv 3.000 kr. 15.920 kr. Fastar útreiðslur/Heildarkonta Leiga 6.000 kr. 500 kr. 400 kr. 200 kr. Ymiskt annað 300 kr. Uppsparingarkonta 1000 kr. Eftir, tá alt er goldið 3.980 kr. Visti tú, at tú kanst brúka Betri Banka, tá tú ert uttanlands? Vit gera tað lætt og einfalt fyri teg, so tú kanst hugsavna teg um lesturin. Sum lesandi uttanlands fært tú somu fyrimunir í Ungdómspakkanum, sum onnur ung í aldursbólkinum 18-28 ár. Lestrarstarv Eitt lestrarstarv ger góðan mun fíggjarliga afturat studninginum. Um tú harafturat ert so heppin at finna eitt starv, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina, fært tú ikki bara fleiri pengar, men eisini viðkomandi arbeiðsroyndir og netverk. Tað einasta, tú skalt minnast til er at ansa eftir, at tú ikki tjenar meira enn loyvt. Les meira um hetta á heimasíðunum hjá stovnum sum Taks, Skat í Danmark. v. m. Uppsparing Legg tína framtíð til rættis Nógvir fyrimunir eru við at leggja pengar til síðis. Ein føst upphædd hvønn mánað er eitt gott íkast, tá tú skalt keypa nýggja teldu, bil ella bara spara upp til framtíðar bústaðin. Sjálvt smáar upphæddir gera stóran mun. Tú sleppur eisini undan at taka óneyðug lán, um tú hevur tøkan pening til óvæntaðar útreiðslur, sum koma óvart á. Tá tú hevur eina uppsparing, vísir tú vilja til at leggja pengar til síðis. Tað kann koma tær til góðar, tá tú seinni skalt gera størri íløgur. At spara upp er ein máti at stýra og leggja sína framtíð til rættis. Fíggjarætlan Halt skil á pengunum. Ger eina fíggjarætlan Hvat skal við í tína fíggjarætlan? Og hvørjar eru føstu útreiðslurnar? Ger tína egnu fíggjarætlan eftir okkara leisti, so hevur tú altíð yvirlit yvir samlaðu fíggjarstøðuna. |
Tað er umráðandi at fáa eina góða byrjan, tá tú stovnar felag. Fyrst skal felagið skrásetast hjá viðkomandi stovnum og myndugleikum. Stovningarskjølini skulu eisini brúkast, tá felagið skal stovnast, sum kundi í bankanum. Niðast á stovningarskjalinum er eitt yvirlit yvir tey skjøl, sum Betri Banki skal hava í samband við stovnan. Vit hjálpa tær fegin við at stovna felagnum kontu-sum má gerast fyri at felagið kann stovnast og virksemi kann byrja-stovna Netbanka, bíleggja gjaldskort og tosa um møguligan fíggjartørv hjá felagnum. Í Betri Banka bjóða vit Rakstrarfígging, Íløgufígging og Ábyrgdir. Hetta verður gjørt við støði í einari kredittmeting og fíggjartørvinum hjá fyritøkuni. |
Okkara grundleggjandi samfelagsábyrgd snýr seg um ígjøgnum fíggjarvirksemi, tryggingarvirksemi, pensjón og lívstryggingarvirksemi umframt húsamekling at tryggja javnvág millum vøkstur og støðufesti í føroyska samfelagnum og at fylgja altjóða og føroyskum lógum og leiðreglum á okkara virkisøki. Hetta merkir ítøkiliga, at samfelagsábyrgdarlig atlit skulu havast í øllum okkara virksemi, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Eitt nú í okkara íløguvirksemi, tænastuútboði, kundahandfaring og stuðulspolitikki eins væl og í okkara dagliga innanhýsis virksemi, herundir starvsfólkaviðurskiftum, orkunýtslu o. s. fr. Betri samtakið hevur sett sær fyri at liva upp til leiðreglurnar hjá Sameindu Tjóðum fyri fyritøkur í sonevnda UN Global Compact. Sameindu Tjóðir hava samtykt 17 heimsmál, sum skulu tryggja burðardygga menning í heiminum. Liður í hesi altjóða samtykt er UN Global Contract, sum eru leiðreglur fyri fyritøkur, og samtyktin fevnir um mannarættindi, arbeiðsrættindi, umhvørvi og antikorruptión. Betri vil liva upp til leiðreglurnar hjá Sameindu Tjóðum og hevur tí orðað ein CSR-politikk, sum fevnir um: Mannarættindi og arbeiðsmarknaðarviðurskifti Umhvørvi Íløguvirksemi Sosial viðurskifti og starvsfólkaviðurskifti Í dagliga arbeiðnum verður arbeitt við at umseta Heimsmálini til ítøkilig innanhýsis- og uttanhýsis arbeiðsviðurskifti, og eisini skulu heimsmálini síggjast aftur í ítøkiligu tænastumenningini og marknaðarføringini hjá samtakinum. |
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt limafelag við avmarknaðari ábyrgd. Allir tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Tað er hesin limaskapur, sum gevur rætt til at velja umboð í Umboðsráðið hjá felagnum. Val til Umboðsráðið er annaðhvørt ár. Hvør kann stilla upp? Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, kunnu stilla upp til umboðsráðsval. Fyri at umboða tryggingartakaran í Føroya størstu figgjarsamtøku á besta og tryggasta hátt, hevur felagið ásett ávísar treytir. Treytir hjá valevnum Fyri at vera valbærur til Umboðsráðið, skal valevni: 1) Hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum 2) Vera myndugur og hava ræði á búgvi sínum og hvørs vanliga umdømi ikki ger viðkomandi óegnaðan ella óverdan at vera umboðsfólk 4) Ikki vera undir gjaldssteðgi, trotabúaviðgerð, skuldarumskipan ella neyðskuldarsemju 5) Ikki vera dømdur fyri brot á revsilógina ella lóggávuna um fíggjarligt virksemi ella hava framt onnur lógarbrot, sum vanligum umdømi ger viðkomandi óverdan at vera umboðsfólk og 6) Lúka treytirnar fyri atkvøðurætti sambært (sí undir treytir hjá veljarum) Harumframt kunnu núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk í felagnum og dótturfeløgum og teirra hjúnafelagar ella sambúgvar, ikki veljast sum umboðsfólk. Tó kunnu fyrrverandi starvsfólk, tá ið 7 ár eru liðin, síðani hesi fóru úr starvi, veljast til umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv í ella arbeiða fyri virkið, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum. Treytir hjá veljarunum Fyri at kunna velja til Umboðsráðsvalið skal veljari: 1) Hava verið limir í felagnum síðani tann seinasta 1. januar fyri valið. Allir limir, ið hava atkvøðurætt, hava minst eina atkvøðu og í mesta lagi 10 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar. Limir við teknaðum tryggingum, har árliga tryggingargjaldið er minni enn kr. 50.000,-, hava eina atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 50.000, -í árligum tryggingargjaldi harafturat, fær limurin 1 atkvøðu upp til í mesta lagi 10 atkvøður. Partafeløg, smápartafeløg, íognarfeløg, feløg, stovnar og aðrir juridiskir persónar kunnu lata atkvøðu við formanni teirra, stjóra, leiðara ella umboðsstjóra. Tá ein stillar upp til Umboðsráðsval Tá valár er, verður í august alment lýst við, at tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum lúka treytirnar, kunnu lata seg stilla upp til Umboðsráðsval. Limir, ið ynskja at verða uppstillaðir, skulu boða frá hesum skrivliga til høvuðsskrivstovuna innan tann 1. september í tí árinum, valið verður. Saman við fráboðanini um uppstilling, skal viðkomandi limur leggja við váttan um bústað ella arbeiði og revsiváttan (sí viðtøkurnar.) Uppskotið um valevni skal vera undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eru limir í felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni til hvørt val, og tað kann bert vera ein limur á hvørjum lista. Tá uppstillingarlistin er komin upp á pláss, verður valið útskrivað í september og atkvøðuseðlar sendir til allar tryggingartakarar við atkvøðurætti. Tryggingartakarin hevur tveir møguleikar at velja. Antin talgilt ella við brævi. Samstundis fer lýsingarátak í gongd, har heitt verður á tryggingartakarar um at nýta sín atkvøðurætt við at greiða atkvøðu talgilt ella at senda inn atkvøðuseðil. Tá valið er talt upp, verður úrslitið kunngjørt á heimasíðuni hjá Betri og í miðlunum. Hvat ger Umboðsráðið? Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at vera aðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Aðalfundurin velur m. a. nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir ársroknskapin og ger møguligar viðtøkubroytingar. Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har m. a. yvirskipað strategisk átøk verða umrødd. Í ráðnum eru 35 limir. Endamálið hjá felagnum er at umsita ognirnar á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella ígjøgnum annað felag at eiga partapening í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og øðrum íløguvirksemi. Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur Betri P/F samtakið. Virksemi hjá samtakinum er økt munandi seinastu árini og høvuðsfeløgini eru nú Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banki og Betri Heim. Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi. |
Betri legatið er okkara stuðul til tín, sum ert undir hægri lesnaði ella í læru. Betri legatið er okkara stuðul til tín, sum ert undir hægri lesnaði ella í læru Tú kanst antin skriva eina uppgávu ella taka upp videobrot av tær, har tú greiðir frá einum samfelagsviðkomandi evni innan fígging, trygging, pensjón ella ognarmekling. Tú kanst eisini velja eitt evni, sum bæði nemur við eitt nú fígging og ognarmekling. Tú skalt lýsa ein trupulleika við evninum og koma við uppskoti til, hvussu trupulleikin kann loysast. Skrivar tú eina uppgávu, skal hon vera 5-8 síður til longdar. Gert tú eitt videobrot, skal tað vera 3-5 minuttir. Sig okkum eisini, hví tú kundi hugsað tær at fingið legatið, og á hvønn hátt tað kann stuðla tær undir lesnaðinum ella í lærutíðini. Tríggir finalistar verða funnir, og teir skulu leggja síni avrik fram á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, 29. desember 2021. Vinnarin fær 20.000 krónur, og hinir báðir finalistarnir fáa 5.000 krónur í part. Send uppgávu ella videobrot til Annu Eystberg Hofgaard, marknaðarleiðara í Betri Banka, á teldupost anho @ betri. fo |
Í Betri ynskja vit at lata stuðul til endamál, sum vit meta hóska til okkara virksemi, virðir og missión, ið eru at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Hetta kemur til sjóndar millum annað í stuðulsavtalunum, ið vit hava innan ítrott, mentan og fyribyrging. Vit ynskja samstarv, ið kemur báðum pørtum til góðar. Hesum stuðla vit ikki Í nevndina sita tann til eina og hvørja tíð valda nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna og skipað á sama hátt. Rakstri Uttanlandsferðir/námsferðir Almennum ella kommunalum tiltøkum Soleiðis søkir tú um stuðul Allar umsóknir skulu sendast skrivliga umvegis oyðublaðið niðanfyri og skulu lýsa verkætlanina, ið søkt verður um stuðul til. Endamálið við verkætlanini og stuðlinum Hvussu Betri kann fáa ágóða av stuðla Stuðulsupphæddina Upplýsingar um onnur stuðla Umsóknir vera viðgjørdar 3 ferðir árliga. Umsóknir verða viðgjørdar næstu ferð 1. januar 2022. Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar. Felag ella virkiFornavnEftirnavnBústaðurPostnummarBygd/býurTelefonnummarTelduposturStutt lýsing av tiltaki/verkætlan (endamál) Hví skal Betri stuðla? Upphædd, ið søkt verður um KontunummarFáa tit stuðul frá øðrum? Ja Nei |
Endamál felagsins er at umsita ognir felagsins á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella gjøgnum annað felag at eiga partapeningin í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Eisini kann felagið byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga, umframt annað virksemi í hesum sambandi-. Endamálið hjá felagnum er at umsita ognir felagsins á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella gjøgnum annað felag at eiga partapeningin í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Eisini kann felagið byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga, umframt annað virksemi í hesum sambandi. Hetta verður gjørt umvegis partafelagið P/F Betri, ið er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag. Allir tryggingartakarar í P/F Betri Trygging eru limir í felagnum og kunnu velja tilsamans 35 umboð í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Uppgávur hjá umboðsráðnum Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er: |
Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum fíggjarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar. Ert tú eftir hetta framvegis ósamd/ur við Betri Banka um viðgerðina av tíni áheitan ella úrslitinum av áheitanini, kanst tú seta teg í samband við klaguábyrgdaran í Betri Banka. Tú kanst biðja deildina um at beina klaguna hjá tær til klaguábyrgdaran. Tú kanst eisini seta teg í samband við klaguábyrgdaran við at senda teldupost til klaga. banki @ betri. fo ella senda bræv til: Klagan verður viðgjørd skjótast tilber. Sum meginregla skulu allar klagur frá privatkundum viðgerast innan ein mánað. Danska peningastovnskærunevndin Eftir avtalu millum føroysku peningastovnarnar og donsku peningastovnskærunevndina (Fanke), ber til hjá privatum peningastovnskundum at klaga til donsku peningastovnskærunevndina, um ein nøktandi loysn ikki er funnin saman við føroyska peningastovninum. Avtalan er bert galdandi fyri klagumál, har kravið er íkomið eftir 1. januar 2011, og bert fyri privatkundar. Kærunevndin viðger ikki klagur frá vinnukundum og parta- og smápartafeløgum. Klagan skal viðvíkja eini ítøkiligari fíggjarligari trætu, sum hevur verið fyri klaguábyrgdara í peningastovninum uttan loysn, og klagan skal orðast á donskum. Til ber at fáa meira at vita og at klaga umvegis heimasíðuna hjá det finansielle ankenævn www. fanke. dk: |
Tá tú fert á pensjón fært tú endiliga tíð at hugsavna teg um alt, tú annars ikki náddi. Handan bókin, tú ætlaði at skriva? Hasin motorsúkklutúrurin gjøgnum alt Evropa? Hví ikki? Tú hevur hugsað um hini alt arbeiðslívið. Nú snýr tað seg um teg. Nú hevur tú endiliga góða tíð. Men alt hetta letur seg bara gera, um tú hevur spart eitt sindur saman. Og tað er ikki nøkur loyna, at jú fyrr tú byrjar at spara saman, jú meiri hevur tú at liva fyri, tá tú fert á pensjón. |
Betri Pensjón veitir fakfeløgum avtalur um heildarloysnir, sum kunnu fevna um pensjón, lívstrygging, bráðsjúkutrygging og óarbeiðsføristrygging. Avtalurnar eru ymiskar og kunnu setast saman av eini ella fleiri av nevndu tryggingum/pensjónum og lagaðar júst til tykkara tørv. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Betri Pensjón á pensjon @ betri. fo ella við at ringja 348 700. Vit eru altíð fús at seta tykkum eitt tilboð saman-tað kostar einki at spyrja okkum. Hví Betri Pensjón Pensjón og tryggingar, sum kunnu tillagast tørvin hjá tykkum. Eitt nú frælsi at velja váðastøði á pensjónina. Burðardygg pensjón Vit miðja eftir, at okkara íløgur eru í feløgum, ið leggja dent á burðardygd. Í løtuni eru oman fyri 75% av okkara íløgum í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Málið er støðugt at økja okkara part í burðardyggum íløgum. Vit eru útbúgvin pensjónsráðgevar og 3. hvørt ár endurnýggja vit arbeiðsloyvini, sum merkir betri og tryggari ráðgeving. Betri pensjón til tykkara limir Hjá Betri Pensjón gera vit dagliga okkara besta fyri at kundarnir skulu fáa eina so góða samansparing, sum møguligt. Pensjónin er jú tað, vit øll skulu liva av, tá ið vit gerast pensjónistar. Betri Pensjón bjóðar marknaðarrentu. Tað merkir, at avkastið, tú fært, er tengt at, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Limirnir hava, við ráðgeving frá okkum, møguleika fyri at velja, hvussu váðafús tey vilja vera, og hvussu stórur partur av pensjónini skal vera í ávikavist partabrøv og lánsbrøv. Hjá okkum fáa tykkara limir sostatt sjálv ávirkan á sína egnu pensjón-millum annað við at áseta váðan. Tryggingar til ein og hvønn tørv Ein góð pensjónsskipan merkir eisini góðar tryggingar. Hjá Betri Pensjón bjóða vit tryggingar, som koma væl við, um limir fáa tørv á viðgerð ella um tey gerast óarbeiðsfør. Við Lívstryggingini fáa hartil eisini tey eftirsitandi eina hjálpandi hond, um tað ringasta skuldi hent. Niðanfyri ber til at lesa meira um tryggingarnar, ið vit kunnu bjóða tykkum og tykkara limum. |
Betri Pensjón veitir eisini fyritøkum avtalur um heildarloysnir, sum kunnu fevna um pensjón, lívstrygging, bráðsjúkutrygging, óarbeiðsføristrygging og viðgerðartrygging. Avtalurnar eru ymiskar og kunnu setast saman av eini ella fleiri av nevndu tryggingum/pensjónum og lagaðar júst til tykkara tørv. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Betri Pensjón á pensjon @ betri. fo ella við at ringja 348 700. Burðardygg pensjón Vit miðja eftir, at okkara íløgur eru í feløgum, ið leggja dent á burðardygd. Í løtuni eru oman fyri 75% av okkara íløgum í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Málið er støðugt at økja okkara part í burðardyggum íløgum. Vit eru útbúgvin pensjónsráðgevar og 3. hvørt ár endurnýggja vit arbeiðsloyvini, sum merkir betri og tryggari ráðgeving. Betri pensjón til tykkara starvsfólk Hjá Betri Pensjón gera vit dagliga okkara besta fyri at kundarnir skulu fáa eina so góða samansparing, sum møguligt. Pensjónin er jú tað, vit øll skulu liva av, tá ið vit gerast pensjónistar. Betri Pensjón bjóðar marknaðarrentu. Tað merkir, at avkastið, tú fært, er tengt at, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Starvsfólkini hava, við ráðgeving frá okkum, møguleika fyri at velja, hvussu váðafús tey vilja vera, og hvussu stórur partur av pensjónini skal vera í ávikavist partabrøv og lánsbrøv. Hjá okkum fáa tykkara starvsfólk sostatt sjálv ávirkan á sína egnu pensjón-millum annað við at áseta váðan. Tryggingar til ein og hvønn tørv Ein góð pensjónsskipan merkir eisini góðar tryggingar. Hjá Betri Pensjón bjóða vit tryggingar, som koma væl við, um starvsfólk fáa tørv á viðgerð ella um tey gerast óarbeiðsfør. Við Lívstryggingini fáa hartil eisini tey eftirsitandi eina hjálpandi hond, um tað ringasta skuldi hent. Niðanfyri ber til at lesa meira um tryggingarnar, ið vit kunnu bjóða tykkum og tykkara starvsfólki. |
Eg samtykki, at Betri Pensjón kann viðgera mínar persónsupplýsingar, so tey kunnu avgreiða mín fyrispurning. Av trygdarávum kann Betri Pensjón eisini goyma mínar upplýsingar í upp til 6 mánaðir. Eg eri kunnað/ur um og taki undir við tí, sum er lýst í persónsdátupolitikkinum hjá Betri Pensjón um innihaldið í persónsupplýsingum. |
Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum tryggingarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar. Vísir tað seg, at tú og Betri Pensjón ikki røkka einari semju, hevur tú møguleika til at kæra avgerðina til Ankenævnet for Forsikring. Eisini er møguleiki fyri at senda skrivliga kæru til Juttu í Horni Hansen, sum er kæruviðgeri hjá Betri Pensjón. Kæran kann sendast við telduposti til jh @ betri. fo. Leinkjur til hentar heimasíður um kærumál: |
Tann sum hevur tryggingar hjá Betri Trygging, pensjón hjá Betri Pensjón og rindar í minsta lagi kr. 10.800 árliga eftir skatt (í miðal 900 kr. um mánaðin) inn til pensjón og lívstryggingar í tíðarskeiðinum 1. januar–31. desember, kann fáa eitt ú-gjald. Uppgjørt verður við árslok hvør uppfyllir treytirnar. Ú-gjaldið verður goldið út í januar á hvørjum ári. 20% afturgoldið av árliga tryggingargjaldinum til Betri Trygging 3.024,40 kr. Treytir Inngjaldið til pensjón og tryggingar hjá Betri Pensjón, skal svara til minst 10.800 krónur árliga eftir skatt. Harafturat skalt tú hava minst eina privata skaðatrygging hjá Betri Trygging. Jú fleiri skaðatryggingar tú hevur, jú størri verður Ú-gjaldið. Tað er eisini neyðugt, at tú undirskrivar eina samtykkisváttan. Samtykkisváttanin gevur okkum rætt til at lata neyðugar upplýsingar um tíni tryggingarviðurskifti millum Betri Pensjón og Betri Trygging. Hetta fyri at fáa at vita, um tú hevur rætt til Ú-gjald. Vit eru altíð klár at hjálpa tær Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum |
Viðgerðartryggingin tryggjar tær eina skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella ert fyri vanlukku. Tryggingin verður teknað í samstarv við“ Gjensidige Forsikring”. Hjá Betri Pensjón snýr tryggleiki seg ikki bert um at sleppa undan sjúku og óhappum. Vit vita, at óhapp henda. Sjúka kann raka. Tí er tryggleiki eisini vissan um, at tú fært skjóta og góða viðgerð, tá ið illa vil til og sjúka og skaði raka. Tað kann hava stór fíggjarlig og menniskjanslig árin, tá vit gerast sjúk ella fáa skaða. Tí ræður um at sleppa undan bíðilistum og øðrum, ið kann seinka røttu viðgerðini. Endamálið við Viðgerðartryggingini er júst at tryggja tær skjóta og góða viðgerð. Slepp undan bíðilistum Viðgerðartryggingin veitir tær eina viðgerðartrygd innan 10 arbeiðsdagar, soleiðis at tú sleppur undan bíðitíð. Vit vita, at skjót hjálp kann vera avgerandi. Gjensidige tryggjar tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni við viðkomandi serkunnleika. Fyri eitt eyka gjald kanst tú eisini víðka tryggingina til at fevna um flogferðaseðil millum Føroyar og Danmark aftur og fram. Tú ert væl tryggjað/ur Viðgerðartryggingin er galdandi alt samdøgrið, bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú hevur frí. Hon fevnir um pínu, skaða, sjúku og fylgjur av ólukkum, sum krevja viðgerð frá lækna ella øðrum viðgera–og sum eru íkomnar eftir at tryggingin er sett í gildi. Tá ið tryggingin hevur verið í gildi í seks mánaðir, er pína, sjúka og annað, sum er íkomið, áðrenn tú teknaði tryggingina, eisini umfatað. |
Lógin sigur, at av hvørjari lønarflyting, sum er omanfyri 429 kr., skulu í minsta lagi 7% rindast í pensjón. Hetta prosenttalið hækkar 1% fyri hvørt ár, til vit náa 12% í 2026. Pensjónssamansparingin skal tryggja, at tú hevur nokk at liva fyri, tá ið tú gerst pensjónistur. Hóast pengarnir ikki skulu nýtast enn–og tað kann tykjast so langt úti í framtíðini, at tað næstan er týdningarleyst-hevur tað kortini týdning at hugsa um pensjónina á ungum árum. Tí valini, tú tekur í bestu árum, hava stóra ávirkan á, hvussu nógvan pening tú fært spart tær saman. Val #1 Val #1 snýr seg um at velja røttu” rentuskipanina”. Lógin sigur, at tú skalt seta pening til síðis, men spurningurin er, um tað skal vera á einari pensjónskonto í pensjónsfelagi, í banka ella uppaftur aðrastaðni? Hvussu við rentu og váða? Hjá Betri Pensjón fært tú marknaðarrentu. Tað merkir, at rentan, tú fært, hongur saman við, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Marknaðarrenta hevur víst seg at geva besta avkastið í mun til aðrar rentuskipanir. Les meira um marknaðarrentu her Rentan í Betri Pensjón verður ásett hvønn mánað. Tað verður gjørt við støði í miðalúrtøkuni av íløgunum, sum vit bólka í puljur. Vit fara altíð fram eftir stavnhaldinum: Rentuna eigur tú! Okkara íløguætlanir verða alsamt endurskoðaðar við burðardygd, minsta váða og mesta vinningi fyri eyga. Hjá okkum er tað altíð tú, sum gert av, hvønn váða og harvið hvat avkast, tú ynskir. Tú kanst eisini altíð broyta meining til størri ella minni váða. Vit hjálpa og vegleiða tær fegin og vilja saman við tær finna rætta lutfallið millum íløgur í partabrøv og lánsbrøv- og harvið rætta váðastøðið fyri teg. Val #3 snýr seg um at fáa sum mest burturúr, so tú fært spart sum mest saman til pensjónina. Flestu okkara hava lívstryggingar og bráðsjúkutryggingar–tað veri seg ígjøgnum fakfelagið, arbeiðsgevaran ella privat. Tað er umráðandi, at tú javnan kannar, um hesar tryggingarnar samsvara við tørvin, soleiðis at tú ert væl tryggjað/ur, men at tú samstundis fært spart mest møguligt saman til pensjón. Okkara vælútbúnu ráðgevar kunnu hjálpa tær at fáa sum mest burturúr tryggingunum og pensjónssamansparingini. Hvat er marknaðarrenta? Marknaðarrenta merkir, at rentan, tú fært, er tengd at, hvussu væl tað gongur teimum íløgunum, sum vit gera í partabrøv og lánsbrøv. Tú velur saman við okkum, hvussu váðafús/ur tú vilt vera, og hvussu stórur partur av tínari pensjón skal vera í ávikavist partabrøv og lánsbrøv. Avkastið, sum parta- og lánsbrøvini geva, kann sveiggja frá mánað til mánað- og tað kann vera bæði vera positivt og negativt. Í longdini gevur tað tó avkast, hóast onkur mánaður kann vera lakur. Tað týdningarmesta er bara, at tú velur tær eitt váðastøði, sum hóskar til tín og sum tú hevur tað gott við. At spara saman til pensjón er í flestu førum ein langtíðarætlan, og tí tolir hon væl sveiggj í avkastinum. Váðastøði, so tú skilir tað Betri Pensjón hevur seks ymisk váðastøði, sum tú kanst velja ímillum. Tey ganga frá stórt sæð ongum váða til stóran váða–og tú kanst altíð broyta váðastøðið-uttan kostnað. |
Betri Pensjón miðar eftir at fáa størst møguligt avkast fyri so avmarkaðan váða sum tilber- og málið er, at 100% av íløgunum um fá ár skulu hava burðardygd fyri eyga. Betri Pensjón hevur sum málsetning at gera íløgur í feløg við denti á burðardygd. Í løtuni eru omanfyri 75% av íløgum okkara í partabrøv í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Málið er miðvíst at økja um burðardyggu íløgurnar og at koma uppá 100% um nøkur ár. Vit leggja okkum eisini eftir at gera íløgur í feløg, sum virða grundleggjandi mannarættindi og halda altjóða samtyktir um umhvørvi og arbeiðsumstøður. Hinvegin stýra vit miðvíst uttanum feløg, ið ikki gera tað. Vit samstarva heldur ikki við feløg, ið saman við øðrum framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn ella týðandi staklutir, ið einans verða nýttir til hesi vápnasløg. Tá ið virðisbrævafeløgini, sum vit gera íløgur í, verða vald og eftirmett, taka vit millum annað atlit at hesum etisku viðurskiftunum. Vit hava samstarvsavtalu við íløgufelagið Sparinvest, ið varð fyrsta børsskrásetta íløgufelag í Danmark í 1968, og sum síðani hevur ment seg til ein altjóða fíggjarumsitara (kapitalforvaltningshus). Í dag er Sparinvest ein partur av Nykredit-samtakinum og saman umsita Sparinvest og Nykredit fyri omanfyri 430 milliardir kr. og bjóða eitt stórt úrval av íløgum. Sparinvest hevur ein breiðan kundaskara, sum fevnir um alt frá privatum kundum til peningastovnar og stovnar úr øllum Europa. Partabrøv Niðanfyri er ein lýsing av, hvørjar partabrævabólkar vit hava gjørt íløgur í (november 2021). Partabrævabólkur merkir í stuttum, at nógv ymisk partabrøv við felags eyðkennum, eru bólkaði saman. Í hesum bólkum eru partabrøv í nógvum ymiskum fyritøkum, í nógvum ymiskum vinnum og í nógvum ymiskum londum. Alheims partabrøv Indeks Globale Aktier Minimum Risiko Talan er um eitt indeks, ið fylgir samanberingargrundarlagnum” MSCI World Minimum Volatility Index”. Endamálið við hesi íløguni er at hava eina breiða spjaðing millum alheims partabrøv við minst møguligum váða. Íløgubólkurin inniheldur umleið 300 partabrøv. Áleið 20% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Í hesum íløgubólki eru alheims partabrøv, ið byggja á íløguháttin“ Value investering”. Her verða alheims partabrøv greinað fyri at finna partabrøv við einum marknaðarvirði, ið er lægri enn tað grundleggjandi virðið á fyritøkunum. Harafturat verða íløgurnar einans gjørdar í fyritøkur, ið fylgja altjóða leiðreglum um etiska ábyrgd. Íløguprógvið inniheldur 70-80 ymisk alheims partabrøv, og hevur” MSCI World Index” sum samanberingargrundlag. Áleið 20% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólkin. Íløgubólkurin inniheldur 40-70 alheims partabrøv, ið eru nágreiniliga útvald útfrá vakstrarmøguleikum, váða og burðardygd hjá fyritøkunum. Dentur verður lagdur á at gera íløgur í fyritøkur, ið eru sterkar og hava langtíðarmál innan burðardygd. Áleið 20% av samlaðu íløgunum í partabrøv eru sett í henda íløgubólk. Talan er um eitt indeks, ið fylgir samanberingargrundarlagnum” MSCI ACWI ESG Leaders Select Sustainability Index”. Grundarlagið byggir á alheims partabrøv við høgari ESG-rating, ið hevur til endamáls at tryggja ein sterkan burðardyggan profil, har dentur verður lagdur á umhvørvið og samfelagsliga ábyrgd. Íløgubólkurin inniheldur omanfyri 800 alheims partabrøv, har ein minni partur er í nýggjum marknaðum (emerging markets). 25% av samlaðu íløgunum í partabrøv er sett í henda íløgubólk. Talan er her um íløgur í donsk stats- og realkreditlánsbrøv. Tað snýr seg um stutttíðar lánsbrøv og miðallong lánsbrøv. Í minsta lagi 80% av samlaðu íløgum okkara í lánsbrøv eru sett í henda íløgubólk. Virkislánsbrøv Virkislánsbrøv eru meira váðafús enn vanlig lánsbrøv, og rentan er tí vanliga hægri í mun til stats- og realkreditlánsbrøv. Størsti parturin av íløgunum í virkislánsbrøv er í sonevnd High Yield og Investment Grade virkislánsbrøv. High Yield merkir, at íløga er gjørd í feløg, sum hava ein ávísan kreditváða, sum er omanfyri miðal, í mun til aðrar fyritøkur av sama slagi. Investment Grade virkislánsbrøv hava relativt lágan váða. Dentur verður lagdur á íløgubólkar, sum tryggja góða spjaðing við virkislánsbrøvum frá nógvum ymiskum fyritøkum úr ymiskum londum og vinnugreinum. Les meira um High Yield íløgubólkarnar her og her, og um Investment Grade íløgubólkin her. Harafturat er ein partur settur í” Bæredygtige Kreditobligationer”. Hesin íløgubólkur minnir nógv um Investment Grade virkislánsbrøv, men leggur dent á evropeiska marknaðin og á fyritøkur við høgum málum innan burðardygd. Les meira her. Í mesta lagi 20% av lánsbrøvunum kunnu vera í virkislánsbrøvum. Íløgukostnaður og afturbering Marknaðarrenta merkir, at samansparingin verður sett í láns- og partabrævabólkar. At gera íløgur í slíkar bólkar kostar pening, og hesin kostnaður verður tí tikin av tínum avkasti, áðrenn tað verður sett inn á tína pensjón. Kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við partabrøvum er vanliga hægri enn kostnaðurin av at umsita íløgubólkar við lánsbrøvum. Sostatt verður kostnaðurin av íløgurøktini, ið vit gera fyri teg, tengdur at tí íløgubólki, sum tú hevur valt at nýta. Kostnaðurin verður ásettur við ársbyrjan. Við árslok verður hetta hildið upp móti veruliga kostnaðinum í árinum. Hetta gevur eina afturbering frá Sparinvest til Betri Pensjón. Afturberingin, sum fyri 2020 var á leið 0,35%, fellir til pensjónskundarnar hjá Betri Pensjón sum avkast. Niðanfyri sæst kostnaðurin fyri 2020. Roknaða dømið er tikið út frá, at 40% eru sett í partabrøv og 60% í lánsbrøv. Hetta er ein meðalsamanseting hjá okkara kundum ultimo oktober 2021. Verður lutfallið hildið upp móti kostnaði av íløgurøktini, merkir tað, at meðalkostnaðurin er: Partabrøv Lánsbrøv 40% falda við 60% falda við 0,43% 0,45% 0,26% Bruttokostnaður 0,71% 0,35% Nettokostnaður 0,36% Vit eru altíð klár at hjálpa tær Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum |
Betri Pensjón javnsetir kynini, tá ið umrøður pensjónsútgjøld. Hetta var samtykt í 2020 og sett í gildi 1. januar 2021. Nógv kjak hevur verið um javnstøðu í pensjónsmálum. Áður hava menn fingið størri útgjald, sum hevði sín uppruna í, at kvinnur liva 10% longur sum pensjonistar enn menn, og tískil fingu tær 10% lægri mánaðarligt útgjald; tó í eitt longri væntað tíðarskeið. Kjakið snúði seg um, hvørt tað er rímiligt at hava fyrilit fyri hesum muninum í livitíðini hjá kvinnunum og monnunum, tá ið útrokningin verður gjørd. Ávgerðin er tikin-Nú eru kynini javnsett. Lívrentur, sum komu í gildi frá 1. janaur 2021, gera ikki mun á kyni, tá ið mánaðarliga útgjaldið verður ásett. Sosatt fáa kvinnur og menn sama útgjald, um teirr útgangsstøði væl at merka er tað sama, sigur Helgi L. Petersen, Stjóri í Betri Pensjón. Hann fegnast um broytingina, sum tykist hava breiða undirtøku millum fólk, fakfeløg, myndugleikar og onnur. |
Betri Trygging um 2020: Trupul byrjan, men góður endi 17. mars 2021 2020 hevði eina trupla byrjan, men endaði kortini væl. Soleiðis ber til at taka saman um, nú Betri Trygging hevur gjørt árið upp. Tryggingartakarar fingu tilsamans 382 mió í endurgjaldi fyri skaðar-Vit eru samanumtikið væl nøgd við hetta árið, sum var so nógv øðrvísi enn vanligt. Byrjanin var hørð og gav okkum ein hvøkk. Fyrst við eini ódn um mánaðarskiftið februar/mars- og síðani við undantaksstøðu í tíðini frá grækarismessu til mai. Korona ávirkaði virksemið í stóran mun. Ferðaavlýsingar streymaðu inn, virksemið í landinum steðgaði nærum upp og virðisbrøvini á fíggjarmarknaðinum fullu. Men út á summarið javnaði tað seg, og sum árið leið, megnaðu vit at venda truplu byrjanini til ein góðan enda, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging. Tað vóru ymisk viðurskifti, sum gjørdu, at árið hilnaðist væl hóast alt. Talið á viðskiftafólkum vaks, vøruúrvalið varð broytt og víðkað, og tað hevði við sær, at inntøkurnar vuksu. Hartil var kostnaðurin av at reka felagið minni, íløgurnar góvu samanumtikið gott avkast og um várið, tá Føroyar fóru niður í ferð, minkaði talið á skaðatilburðum við einum fjórðingi. Lærdómurin hetta árið-Nú er roknskapurin gjørdur upp. Men vit hava eisini gjørt árið upp í breiðari høpi. Aldri áður hevur tað verið eins eyðsýnt, hvussu skjótt tað óvæntaða kann raka og hvønn týdning fyribyrgjandi atferð hevur. Vit eru so fá her í landinum, og tí mugu vit lofta hvør øðrum, tá á stendur og hjálpast at, sigur Ingunn Eiriksdóttir og slær fast, at Betri Trygging vil vera ein sterkur samfelagsligur viðspælari. -Tað var til dømis ein sjálvfylgja fyri okkum at rætta eina fíggjarliga hond, tá sjúkrahúsverkið hevði bráðneyðugan tørv á kanningarútgerð í fjør. Samstarvið ímillum privat og alment var fyrimyndarligt. Vit eru jú øll í sama báti. Tað hava vit–um nakað–lært av hesum farna árinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Í Betri Trygging vera útlitini fyri 2021 mett at vera góð. Felagið er sterkt, arbeitt verður við at dagføra vøruskránna og víðka úrvalið av tryggingum enn meira, og ein nýggj kanning vísir, at viðskiftafólkini eru væl nøgd. Hartil hevur vinnulívið nógv virksemi og virkishugurin í landinum er góður. Lyklatøl fyri 2020 Lyklatøl fyri 2019 Ársúrslit eftir skatt: 67 mió. kr. Ársúrslit eftir skatt: 65 mió. kr. Tryggingartekniskt úrslit: 47 mió. kr. Tryggingartekniskt úrslit: 37 mió. kr. Útgoldið í skaðum: 382 mió kr. Útgoldið í skaðum: 288 mió kr. Tryggingarinntøkur: 426 mió kr. Tryggingarinntøkur: 400 mió kr. Skaðar: 12.700 Skaðar: 11.100 Tal av ferða- og avlýsingarendurgjøldum: 2033 Tal av ferða- og avlýsingarendurgjøldum: 1453 |
Betri Pensjón miðar eftir at fáa mest møguligt avkast fyri so avmarkaðan váða sum til ber. Eisini er tað ein týðandi liður í okkara íløguætlan, at okkara íløgur skulu gerast við burðardygd fyri eyga. it miða eftir, at okkara íløgur í partabrøv eru í feløgum, ið leggja dent á burðardygd. Í løtuni eru oman fyri 50% av okkara íløgum í partabrøv, sum hava burðardygd sum eyðkenni. Málið er støðugt at økja okkara part av burðardyggum íløgum og at koma upp á 100% um nøkur ár. Betri Pensón hevur samstarvsavtalu við íløgufelagði Sparinvest, sum tey seinastu seks árini hevur fingið toppkarakter frá Principles for Responsible Investment (PRI) fyri sína tilgongd til burðardyggar íløgur |
Nú verður enn lættari at vera kundi hjá Betri Trygging, tí felagið hevur ment eina kundasíðu nevnd“ Mín Trygging”, har kundar skjótt og lætt kunnu boða frá skaða og fáa yvirlit yvir tryggingaviðurskiftini. Har verður ritað inn við Samleikanum, ið er ein føroysk loysn. -Eg eri sera errin av, at vit nú kunnu bjóða kundunum eina føroyska, talgilda loysn. Betri Trygging er eitt føroyskt felag burturav. Vit eru grundað í Føroyum og kundarnir eiga okkum. Tí stuðla vit fegin føroyskari menning, sum flytir samfelagið framá, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging. Betri Trygging er 10. tænastuveitari, ið bjóðar viðskiftafólkum sínum at rita inn við Samleikanum. Tey 28.000 fólkini, ið hava fingið sær Samleikan, kunnu sostatt brúka somu innritan, um tey fara inn á Vangan, Borgaragluggan, Tinglýsingina ella koronupassið- og nú tá tey til dømis skulu boða frá skaða hjá Betri Trygging. Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum, fegnast somuleiðis um samstarvið. -Betri Trygging hevur verið ein aktivur viðleikari í menningini av Talgildu Føroyum, síðani verkætlanin sá dagsins ljós–eisini fíggjarliga. Nú fáa kundar teirra ágóðan, tí tað verður lættari og tryggari at ferðast í talgilda heiminum, sigur hann. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, leggur høvuðsdentin á trygdina og møguleikarnar í Samleikanum. -Breiða, talgilda undirstøðukervið, sum Samleikin bjóðar, ger, at vit kunnu menna fleiri og betri tænastur til kundarnar. Hjá okkum er trygdin í hásæti–eisini tá kundin ferðast á netinum. Hartil verður tað nú lættari hjá kundunum at samskifta við okkum, vísir Ingunn Eiriksdóttir á. Aðrir tænastuveitarar eru eisini á veg til at brúka Samleikan sum innritan. Millum annað hava føroysku peningastovnarnir boðað frá, at teir fara at brúka Samleikan til netbankarnar tíðliga næsta ár. Á nýggju heimasíðuni hjá Betri Trygging ber til at rita inn við Samleikanum og soleiðis fáa yvirlit yvir tryggingarnar og boða frá skaða. |
Heita á øll um at fáa sær Samleikan Føroysku peningastovnarnir heita á tey viðskiftafólk, sum ikki longu hava Samleikan, um at skráseta seg á www. samleikin. fo, so tey hava amboðið til at rita inn í nýggja Netbankan. Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan. |
Tú verður verkætlanarleiðari og saman við øðrum fert tú at gera kravfesting av eini nýggjari kjarnuskipan til Betri Pensjón. Fyrsta uppgávan verður at skipa tilgongdina, tá skipanin og veitarar/undirveitarar skulu veljast. Seinni fert tú at standa á odda, tá nýggja kjarnuskipanin skal mennast og takast í nýtslu. Vit vænta, at tú: • Hevur viðkomandi royndir sum verkætlanarleiðari og/ella útbúgving • Dámar væl at arbeiða við loysnum, menning og tekniskum loysnum • Hevur kunnleika til og royndir við KT • Dugir at hugsa við framtíðini í huga • Hevur gott yvirlit og ert væl skipað/ur • Ert fleksibul og tolir skiftandi arbeiðstíðir og skiftandi arbeiðstrýst • Dugir væl at samskifta-bæði munnliga og skrivliga á enskum, donskum og føroyskum • Tekur ábyrgd, raðfestir og heldur freistir • Dugir at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt • Hevur fíggjarligt tev Tú kanst vænta av okkum: Vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum støðugt mennist. Tú fært greiðar málsetningar, fittar og fúsar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Hartil bjóða vit tær góða løn við góðum setanartreytum, sjálvstøðugt arbeiðsøki og góðar møguleikar fyri førleikamenning. Tú vísir beint til stjóran og fert at starvast á Kongabrúnni í Havn. Starvið verður sett sambært sáttmála millum FAG og YTF. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum Hava vit fangað tín áhuga, send okkum so eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv. pensjon @ betri. fo í seinasta lagi fríggjadagin 10. desember kl. 12.00. Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at ringja til Helga L. Petersen, stjóra á 348 748/hlp @ betri. fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara á 348 575/rju @ betri. fo |
Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka geva eina ábending um, at prísvøksturin heldur fram, tó ikki við somu ferð, sum vit hava sæð seinastu árini. Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn var 3,5 mió krónur í øðrum ársfjórðingi 2021. Miðalprísurin í Tórshavn er 7% hægri higartil í ár samanborið við miðalprísin í 2020. Miðal sethúsaprísurin fyri Føroyar var 2,3 mió. krónur í øðrum ársfjóringi. Hetta er ein hækking á 17% higartil í ár, samanborið við í 2020. Hóast lutfalsliga stóran vøkstur í sethúsaprísunum, lækkaðu prísirnir við 100.000 krónum í Tórshavn og 150.000 krónum í restina av landinum, frá fyrsta til annan ársfjórðing. Tað kann vera eitt tekin um, at prísvøksturin ikki fer at halda fram við somu ferð, sum vit hava sæð seinastu árini. Tó er mest sannlíkt, at orsøkin er, at sethúsasølurnar í øðrum ársfjóringi hava verið færri í tali og talan í fleiri førum hevur verið um eldri hús, sum vanliga hava lægri prísvirði enn nýggj. Bústaðarbyrðan er framvegis vaksandi. Hetta skyldast partvíst, at miðal inntøkan hjá føroyingum er lækkað eitt vet. Bústaðarbyrðan higartil í 2021 í Tórshavn og í Føroyum er ávikavíst 33% og 22%. Hetta svarar til ein vøkstur á ávikavíst 2 og 3 prosentstig samanborið við 2020. |
Ert tú ein av teimum mongu, sum svarar” veit ikki” til hendan spurningin, viðmæli eg tær at lesa víðari. Tað er nevniliga skjótt og einfalt at seta seg inn í tingini–men tað kann verða dýrt fyri tey eftirsitandi, um viðurskiftini ikki eru, sum tit væntaðu Betri Pensjón Visti tú, at um tú doyrt, áðrenn tú nært pensjónsaldri, so fellur pensjónin, sum tú hevur spart upp hjá Betri Pensjón, ikki burtur, men verður latin onkrum av tínum nærmastu? Í arbeiði okkara síggja vit javnan, at fólk ikki hava sett seg inn í, hvussu pensjónin og lívstryggingin verða útgoldin. Tað kann gerast svárt, tí trupulleikarnir vísa seg jú ikki, fyrr enn onkur hevur mist og er í sorg- og mangan hevur brúk fyri hesum útgjaldinum fyri at kunna svara hvørjum sítt. Men skipanin er einføld. Um onkur doyr- og lívstryggingin og pensjónin tí skulu rindast út-fylgja vit tí, sum er tilskilað á lívstryggingini ella pensjónini. ” Tað, sum er tilskilað” merkir skrivliga ynskið hjá tí, sum er farin, um, hvør skal fáa pengarnar. Er ein tilskilan–altso um tann deyði skrivliga hevur boðað okkum frá, hvør skal hava útgjaldið-ja, so er tað hesum, vit ganga eftir. So fáa tann nevndi-ella tey nevndu-pensjónina útgoldna. Tað sama er galdandi fyri lívstryggingina. Er einki tilskilað, fellur útgjaldið automatiskt til” næsta avvarðandi”. ” Næsti avvarðandi” er altíð fyrst og fremst hjúnarfelagin. Ert tú ikki gift/ur, eru tað biologisku ella ættleiddu børnini. Eigur tú eingi børn, eru tað foreldrini. Liva foreldrini ikki, eru tað systkini. Tað, sum fólk stundum mistaka seg í, er, at hugtakið” sambúgvi” ikki finst í lógini, hóast tað er vanligt, at fólk liva saman ógift. Mong halda, at útgjaldið automatiskt fellur til makan. Men í flestu førum hendir tað bara, um tit eru gift. Eru tit ikki gift–og er einki tilskilað–kann makin ikki fáa útgjaldið. Tað eru eisini fá, sum vita, at gávubørn ikki eru partur av” næsta avvarðandi”, hóast tey í gerandisdegnum verða roknað sum egin børn. Aftur her er neyðugt við tilskilan, um tey skulu fáa burturav. Tað besta at gera, um tú ivast, er at kanna tað og tryggja tær, at viðurskiftini eru í lagi. Vit vilja fegin hjálpa og vegleiða tær við tilskilanini, tí tá er tað tú, sum fult og heilt gert av, hvør ella hvørji skulu fáa útgjaldið, um illa vil til. Ynskir tú at lata ógifta makanum útgjaldið heldur enn børnunum–ella vilt tú taka børnini fram um hjúnarfelagan–ella vilt tú kanska lata alt til vælgerandi endamál, ja, so kanst tú gera tað við tilskilanini. Tað er so lætt at kanna og broyta hesi viðurskiftini–og tað er bara tú, sum kanst broyta tey, um alt ikki er, sum tú vilt hava tað at vera. Og so kanst tú-næstuferð onkur spyr:” Veist tú, hvør fær tína pensjón, um tú doyrt”-við góðari samvitsku svara” Ja! Eg veit! Nú er alt akkurát so, sum eg vil hava tað at vera. At tilskila: Skrivliga at nevna ein ella fleiri persónar, sum skulu fáa útgjaldið, um tú doyrt. Ein tilskilan verður altíð fylgd. Næsti avvarðandi: Tann, sum fær útgjaldið, um einki er tilskilað. Sambúgvar og gávubørn eru ikki nevnd í lógini og kunnu tí ikki verða” næsti avvarðandi”-og tískil fáa tey ikki automatiskt tína pensjón ella lívstrygging. Tí er best at tilskila tey, um tú vilt tryggja tær, at tey fáa útgjaldið. |
Betri Banki er við í átakinum Burðardygt Vinnulív 12 føroyskar fyritøkur kunngjørdu í gjár 21. september, at tær hava bundið seg til at minka teirra útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Fyritøkurnar eru allar partur av átakinum Burðardygt Vinnulív, og ásetanin av málinum er ein partur av átakinum at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Tríggjar fyritøkur eru farnar enn longur og hava bundið seg til ikki at hava nakað útlát yvirhøvur innan 2030. Betri Banki, Bakkafrost, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin hava øll bundið seg til at minka teirra sonevnda Scope 1 og 2 útlát av vakstrarhúsgassi og hava samstundis kunngjørt, at tey næsta ár fara at áseta ítøkilig mál fyri teirra óbeinleiðis Scope 3-útlát í tráð við vísindaligu tilmælini. Síðan lata fyritøkurnar teirra mál inn til Science Based Targets Initiative. Feløgini fara at arbeiða saman í verkætlanini Burðardygt Vinnulív í í minsta lagi trý ár. Tey fara millum annað at arbeiða saman um at menna eina strategiska tilgongd viðvíkjandi handfaring av avbjóðingum innan veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og heilsustøðuna í havinum. Hesar tilsagnirnar eru fyrsta stig í ætlanini. Eisini hava fyritøkur kunngjørt mál um at hava jaliga ávirkan á lívfrøðiliga margfeldið á minst einum øki av teirra fyritøku. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ið er ein av stovnandi fyritøkunum, sigur:-Vit fegnast um, at vit í dag kunnu almannakunngera yvirskipaðu málini, har vit veruliga vísa, at vit ynskja at gera framstig í handfaringini av hesum avbjóðingunum, sum fara at ávirka okkum øll. Vit hava longu gjørt størri framstig hesar fyrstu mánaðirnar í verkætlanini enn nakar av okkum hevði væntað, og vit byrja longu at síggja týðandi samstarvsmøguleikar millum partarnar. Vit eru vís í, at vit kunnu gera stór framstig við at samstarva á henda hátt, sigur Regin Jacobsen. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur í viðmerking:-Tað er hugaligt at síggja, at fyritøkur samstarva og ganga á odda í handfaringini av hesum truplu avbjóðingum. Privata vinnulívið má átaka sær sín part av ábyrgdini at handfara hesar avbjóðingar, og hetta er eitt gott dømi um, hvussu hetta kann gerast, og vit vóna, at enn fleiri fyritøkur leggjast afturat, sigur Marita Rasmussen. |
Betri Banki hevur havt tilgongd av nýggjum privat- og vinnukundum seinastu árini og góða gongdin heldur fram í 2021. Bankin hevur aftur í ár økt síni útlán til privat- og vinnukundar. Samstundis er eftirspurningurin eftir at gera íløgur í virðisbrøv søguliga høgur. Tað er gleðiligt at síggja, at bankin hevur tilgongd um alt landið innan allar kundarbólkar, bæði privat og vinnu, ungum sum eldri, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. Bankin hevur seinastu árini sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at tálma útreiðslum. Lutfalsliga lækkandi útreiðslur, saman við inntøkum frá nógvum nýggjum kundum ger, at úrslitið fyri fyrra hálvár 2021 er gott. Tað er framvegis ókeypis at hava kontu í bankanum. Tað eru ongar ætlanir um at rokna negativa rentu av pensjónsuppsparingum, og markið fyri nær bankin roknar negativa rentu hjá privatkundum, á 400.000 krónum, er óbroytt. Vit fegnast um, at tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging í Betri Banka. At hetta er eydnast, samstundis sum bankin hevur ein nøktandi rakstur og kapitalviðurskifti, stendst av dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum, tilgongd av nýggjum kundum, og afturhald í útreiðslum, saman við einum samtakið, sum hevur víst bankanum neyðuga álitið at fáa styrkt kapitalgrundarlagið, við ikki at krevja stórvegis vinningsbýti úr bankanum, fyrr enn komandi framtíðar kapitalkrøv eru lokin, sigur Jean Djurhuus, forstjóri. Stjórnin er samanumtikið væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2021 og væntar, at úrslitið fyri alt 2021 verður betri enn upprunaliga mett. |
Kunnandi tiltak um føroyska fíggjarheimin Felagið Peningastovnar og Umhvørvis- og vinnumálaráðið skipaðu mánadagin 21. september fyri einum kunnandi tiltaki undir heitinum” Føroysku peningastovnarnir og samfelagsbúskapurin”. Øll tingfólk og landsstýrisfólk umframt viðkomandi embætisfólk vóru bjóðað til tiltakið, sum varð hildið í Smæruni í Havn. Endamálið við tiltakinum var at geva luttakarunum betri innlit í fortreytir, krøv og avbjóðingar, sum fíggjargeirin virkar undir, og sum harvið eisini ávirkar samfelagið og viðskiftafólkini í peningastovnunum. Á breddanum vóru evni sum kapitalkrøv, negativ renta, bústaðarfígging kring landið, talgilding, leikluturin hjá peningastovnum í samfelagnum, týdningurin fyri føroyskt vinnulív umframt framtíðar avbjóðingar og møguleikar hjá fíggjargeiranum. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setti dagin, og síðani vóru framløgur frá Landsbankanum, Vinnuhúsinum, Talgildu Føroyum og føroysku peningastovnunum. Harumframt fingu áhoyrararnir møguleika at seta spurningar eftir hvørja framløgu. Felagið Peningastovnar vónar, at tiltakið hevur verið við til at skapa økt innlit í tað torgreidda økið, sum fíggjargeirin er, og at møguligar misskiljingar, sum hava verið frammi í almenna rúminum seinastu tíðina, eru beindar burtur. |
Higartil hevur 2021 verið betri enn væntað við sjáldsama fáum skaðum. Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, nú hálvársroknskapurin er gjørdur upp. -Tað gongur væl í Føroyum í løtuni, eisini á skaðaøkinum. Fyrru hálvu vóru heldur ikki so umfatandi og dýrir eldsbrunar, sum vit onkuntíð hava sæð. Eingin stórur sjógv-ella vinnuskaði var heldur fyrra hálvár. -Vit gera nógv burturúr at hjálpa kundum at fyribyrgja skaðum og seta trygdina í hásæti. Eitt nú hava fleiri teknað sær vanlukkutryggingar seinastu tíðina, og nýggju pakkarnir við ymsum sethúsatryggingum eru somuleiðis væl móttiknir. -Innanhýsis royna vit støðugt at minka um kostnaðarstøðið–millum annað við at hyggja at rakstrarkostnaðinum. Nýggjastu tølini vísa, at vit í dag eru væl meiri effektiv, enn vit hava verið. Hartil liggja stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Ingunn Eiriksdóttir og sipar eitt nú til skjótt vaksandi prísirnar á tilfari í kjalarvørrinum á korona, sum eyðsæð eisini fara at gerast dýrir fyri tryggingina. -Í tryggingarheiminum kunnu tingini venda ógvuliga skjótt. Tað skulu bara fáir stórir skaðar til at broyta hetta yvirskotið. Men nú eru vit væl bjálvað til seinnu hálvu av 2021, staðfestir stjórin í Betri Trygging. |
Eg samtykki, at mínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar av Betri Trygging, so tey kunnu avgreiða mín fyrispurning. Av trygdarávum kann Betri Trygging eisini goyma mínar upplýsingar í upp til 6 mánaðar. Eg eri samstundis kunnað/ur um, og taki undir við, innihaldið um perónsupplýsingar, sum lýst í persónsdátupolitikkinum hjá Betri Trygging. |
Betur tú ert tryggjaður, størri avsláttur fært tú. Tú fært avsláttur av inngjaldinum til Betri Trygging, um tú hevur tvær ella fleiri privatar tryggingar hjá Betri Trygging. Fleiri tryggingar tú hevur, størri avsláttur fært tú. Bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar eru við til at geva tær avsláttur upp til 15%. Avslátturin verður drigin frá tínum inngjaldi til Betri Trygging. Hevur tú inngjald til Betri Pensjón á 10.800 krónur eftir skatt (svarandi til 18.000 kr. áðrenn skatt) árliga, fært tú 20% í avsláttri av tínum tryggingum, sama hvussu nógvar tryggingar tú hevur hjá Betri Trygging. Samanlagt kann hetta geva heilt upp til 32% í avsláttri. Vit eru altíð klár at hjálpa tær Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum |
Stuldur og sjúka. Tað er tað, ið vit oftast fáa fráboðan um, tá fólk eru uttanlands og ferðast. Á síðuni her hava vit savnað nøkur góð ráð, so tú kanst njóta feriuna uttan at stúra. Áðrenn tú bíleggur ferðina og í seinasta lagi, áðrenn tú fert av landinum, mást tú kanna, um tú hevur eina galdandi ferðatrygging. Eisini er sera umráðandi at kanna, um økið, tú ætlar tær til, er umfatað av tíni ferðatrygging. At minnast til, tá tú skal uttanlands Pass–kanna í góðari tíð áðrenn fráferð nær passið gongur út. Ymsu londini hava ymsar passreglur, og summi lond krevja t. d., at passið ikki skal ganga út upp til seks mánaðir eftir at tú ert komin heimaftur. Kanna tí eisini passreglurnar í landinum, har tú skalt ferðast Visum–ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið Ferðaseðil Ferðatrygging Bláa kortið (um tú hevur Ársferð) Reyða ella grøna kortið (um tú ferðast uttanlands í bili) |
Børn eru spontan. Í ferðsluni skulu vit tí altíð vænta tað óvæntaða av børnunum. Tá børn fara í skúla, eru tey ikki heilt før fyri at ansa sær í ferðsluni. Tey duga illa at hugsa um fleiri viðurskifti í senn og at meta um ferð og frástøðu. Tí skulu vit øll vísa børnunum serligan ans í ferðsluni-serliga tá tað er myrkt. Góð ráð um børn í ferðsluni Góð ráð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um børn í ferðsluni Tá ið børn fara í skúla fyrstu ferð, mást tú sum foreldur ella avvarandi saman við børnunum finna tryggastu leiðina í skúla og læra børnini at bera seg rætt at í ferðsluni. Stytsta leiðin er ikki altíð tryggasta leiðin. Fylg tí børnunum í skúla teir fyrstu skúladagarnar. Vís teimum allar hugsandi ferðsluvandar á leiðini og lær tey tær einfaldastu ferðslureglurnar. Far ein túr afturat, tá heystið kemur, og tey skulu ganga teinin í myrkri. Tosa við børnini um, at hóast tey síggja bilin, sær bilførarin ikki tey í myrkrinum. Brúka tí altíð endurskinsvest, tá ið veturin kemur, og tað er myrkt um morgunin og seinnapart. Ger endurskinsvestin til ein líka natúrligan part av skúlaútgerðini sum skúlataskan, matpakkin og pennahúsin. Góð ráð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um børn í ferðsluni: Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum. Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum tilber. Lær tey altíð at steðga á og hyggja báðar vegir, áðrenn tey fara út á vegin. Er gonguteigur, lær tey so altíð at brúka hann, tá tey skulu tvørtur um vegin. Skulu tey tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott. Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tey ikki síggjast væl. Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um vegin heldur enn at renna. Hvat sigur lógin um trygdarbelti? Øll í bilinum skulu vera fastspent. Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð. Børn undir 135 cm skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt. Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um ferðandi undir 15 ár ikki er íspentur, ella um børn undir 135 cm. ikki eru fastspent í góðkendum trygdarútbúnað, hóskandi til hædd og vekt. Góð ráð um trygdarbelti og um børn í bilinum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ein hópin av góðum ráðum um trygdarbelti og børn í bilinum. Sí fleiri ráð her. Góð ráð um endurskin Tað hevur stóran týdning, at tú nýtir endurskin, tá tú ferðast í ferðsluni í myrkri. Hetta hevur serliga týdning um veturin, tá myrkt er stóran part av døgninum. Nýt tí endurskin á klæðunum ella taskuni. Endurskin eru at fáa í nógvum ymiskum sniðum (t. d. leyst hangandi, endurskinsvestar ella bond at festa um armar og bein). Endurskin eiga at verða viðlíkahildin við vaski av og á. Men eftir eini tvey ára nýtslu, eiga tey at verða endurnýggjað. Tá eru tey farin at slítast og virka tí verri. Hvar skulu endurskinini sita? Endurskinini skulu sita so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum. Ansa eftir, at taskur, turriklæði v. m. ikki koma fyri endurskinini. Tað er eitt gott hugskot eisini at seta endurskin á skógvar, taskur, barnavognar og hundin. Leyst endurskin skal hanga í einum bandi, so tað sveiggjar frítt aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Tað er best at hava eitt endurskin hangandi á hvørjari síðu. Tú kanst t. d. festa tey í jakkalumman, men ansa eftir, at tey ikki seta seg føst í jakkan og tí ikki síggjast. Endurskin á buksunum Endurskin á buksunum eru ein góð loysn, tí tey eru sjónligari enn leys endurskin, sum hanga á klæðunum. Leys endurskin kunnu festa seg í jakkan ella sveiggja, so bilførararnir ikki síggja tey alla tíðina. Á buksurnar ber til at seyma endurskinsbond ella at nýta endurskin, sum verða spent um beinini. Tað hevur stóran týdning, at hesi síggjast úr øllum ættum. Endurskinsvestar Endurskinsvestar eru eisini ein góð loysn. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í einum endurskinsvesti. Men eisini hjá vaksnum eru vestarnir hentir. Tað er ein góður siður at lata seg í ein endurskinsvest uttan á klæðunum, tá farið verður ein gongu-ella rennitúr. Ferðslutrygd hevur seinastu árini saman við Betri Trygging latið øllum næmingum í fyrsta flokki ein endurskinsvest um heystið. Í 2008 fingu allir barnagarðar og dagstovnar kring landið endurskinsvestar frá Ferðslutrygd og Betri Trygging. Børn í ferðsluni Í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hava vit gjørt ein bókling, sum vísir, hvussu vit best kunnu læra børnini at ferðast trygt í ferðsluni. Børn í bilinum Í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hava vit gjørt ein bókling, sum vísir, hvussu børnini kunnu vera trygg í bilinum. Børn og heimið Sum foreldur hava vit ábyrgdina av at tryggja, at børnini ikki eru í vanda fyri óhappum ella vanlukkum. Tíbetur kunnu flestu óhapp og vanlukkur í heiminum fyribyrgjast, um vit bara hugsa okkum um. Góð ráð um børn og heimið Barnatryggjað heimið Barnatryggja øll vindeygu í teimum rúmum, har barnið oftast er. Hetta er eisini galdandi fyri vindeygu, sum tú oftast letur upp, fyri at lufta út. Lær barnið at ganga í trappum. Avbyrg trappurnar, til barnið trygt dugir at ganga í trappunum. Kannað, at allur ravmagnsútbúnaðurin eru í lagi og barnatryggja allar stikkkontaktir. Gang runt í heiminum og tak burtur alt í barnahædd, sum barnið ikki skal hava hendur á, t. d. smá battarí, plastikkposar v. m. Baðirúmi Lat ongantíð barn títt vera einsamalt í baðikarinum. Smá børn kunnu skjótt drukna í so lítið sum 2. cm. djúpum vatni. Vend ongantíð ryggin til títt barn, tá tað liggur á skiftiborðinum. Set heilivág og reingerðarevni á eitt stað, har barnið ikki sleppur til. Størsta orsøk til eitran er pínustillandi heilivágur, vitaminir og sovitablettir. Køkurin Nýt aftastu kókipláturnar og lat ongantíð handtak frá grýtum koma út yvir kantin á ovninum. Ovnur, vaskimaskina og líknandi skulu barnatryggjast, soleiðis at neyðugt er at nýta tvær hendur at lata upp. Hav ikki dúk á borðinum og ansa eftir heitum drekkivørum. Aldursvarandi leikur Syrg fyri at leikur eru egnaðar til aldurin hjá barninum og at smálutir á leikunum eisini passa til aldurin hjá barninum. Smálutir kunnu verða lívshættisligir, um barnið koyrir teir í munnin. Børn, sum eru einsamøll heima Nógv børn eru javnan einsamøll heima-til dømis eftir skúlatíð, áðrenn foreldrini fáa frí. Her eru nøkur góð ráð til, hvat tú eigur at hugsa um, tá børnini eru einsamøll heima, so tit øll kunnu kenna tykkum tryggari. Góð ráð um børn, sum eru einsamøll heima Lær barnið at vera einsamalt við hús Tryggja tær, at barnið dugir at ganga einsamalt t. d. í og úr skúla. Tryggja tær eisini, at barnið dugir at vera einsamalt heima. Ven við barninum, so tað kennir seg trygt, tá tað er einsamalt bæði uttan- og innanfyri heimið. Ven við barninum, hvussu tað skal gera í ymsu støðunum, sum kunnu henda, tá ið barnið er einsamalt. Lær barnið: At fara til ein vaksnan og spyrja um hjálp. Tykkara navn, adressu og telefonnummur. Skriva upp týðandi upplýsingarnar Skriva upp tær mest týðandi upplýsingarnar, sum barninum tørvar; legg hetta í skúlataskuna og hong tað upp í heiminum. So veit barnið, hvar tað skal hyggja–tá fjáltur kemur á, er lætt at gloyma. Børn og tannskaðar Her eru nøkur góð ráð, um óhappið skuldi hent: Sissa barnið Vaska munnin varisliga Hygg bæði í yvir- og undirmunn Goym úrslignar tenn ella stór petti í mjólk ella saltvatni. Set teg í samband við tannlæknan. Boða tryggingini frá, tá skaðin er hendur |
Heim, kæra heim. Heima eru vit trygg, tá stormarnir herja Um boðað verður frá stormi, er umráðandi at rudda alt burtur, ið liggur leyst og rekst uttanfyri. Tekur tú tað leysa uttanum húsini upp, kanst tú fyribyrgja, at eitt vindeyga brotnar ella at tekjan loysnar. Tað burdu øll gjørt. Ikki bara fyri sína egnu skyld, men eisini tí, at tað kann skaða onnur. Heimið hjá øðrum. |
Tað er nógv at hugsa um, tá ið vit eiga bil og ferðast í ferðsluni. Her hava vit savnað nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst viðlíkahalda bilin, tí trygd og rætt viðlíkahald hanga neyvt saman. Hartil eru góð ráð um, hvussu tú kanst ferðast tryggari í ferðsluni. Góð ráð um at ferðast trygt í ferðsluni Dekk um veturin Tað henda upp ímóti 50% fleiri skaðar í ferðsluni um veturin enn um summarið. Tí mást tú altíð minnast til at kanna dekkini, tá ið veturin nærkast- og skifta tey, um neyðugt. Akfør skulu altíð vera skødd eftir árstíð og veðri, og tú eigur altíð at koyra eftir umstøðunum. Er kalt í veðrinum, eigur frostløgur eisini at vera á kølaranum. Foyrurnar í dekkunum skulu vera minst 1,6 mm, men tað verður viðmælt at skifta dekkini, tá foyrurnar eru grynri 3,5 mm. Hetta er galdandi fyri bæði vetrardekk og píkadekk. Loyvt er at brúka píkadekk frá 16. oktober til og við 30. apríl. Bilar tyngri enn 3500 kg eiga at hava ketur til taks. Tryggja tær nøktandi vegatak í mun til førið. Umstøðurnar kunnu broytast munandi, hægri tú kemur upp. Ansa tí eftir, tá tú til dømis koyrir millum bygdir. Summardekk Ikki er loyvt at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er–til dømis við ketum. Í hesum tíðarskeiði eigur tú at nýta vetrardekk ella píkadekk heldur enn summardekk. Um hálka er orsøkin til, at ein bilur við summardekkum fær skaða í vetrartíðarskeiðnum, er ikki vist, at tryggingin tekur við. Tí ráða vit tær til at koyra við heilársdekkum ella vetrardekkum frá 16. oktober til 30. apríl. Píkadekk Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar, tá ið hálka er–eisini uttanfyri vetrartíðarskeiðið. Sama er galdandi fyri bilarnar, sum heimarøktin nýtur. Ger bilin kláran til veturin Vilt tú tryggja tær, at bilurin er klárur til veturin, kanst tú fara til vetrareftirlit við honum. Tú kanst eisini kanna bilin har heima: Kanna viskararnar. Vetrarveðrið við kava og salti krevur nógv av viskarunum. Kanna um gummi er heilt og reinsa tað um neyðugt. Fyll kølara- og sprinklaravætu á bilin. Vætan skal vera frosttrygg. Kanna um nóg mikið av streymi er á battaríunum. Flestu bilar koyra við battaríum, sum eru 50-70 prosent lødd, og orkuførið lækkar, tá kuldin veksur. Vetrarhálvárið krevur samstundis eyka streym til ljós, útlufting, seturhita, vindeygaviskarar o. s. fr. Skift oljuna. Tjúkk motorolja er trek at draga hjá motorinum ein vetrarmorgun. Vetrardekk uttanlands Skalt tú uttanlands við bilinum, skalt tú halda teg til galdandi reglurnar um vetrardekk í tí landinum, har tú koyrir. Í Svøríki er tað t. d. lógarkrav at koyra við vetrardekkum, tá tað er kavi, krapi ella ísur á vegnum–eisini fyri húsvognar og viðfestivognar. Í Týsklandi er tað lógarkrav at koyra við vetrardekkum um veturin–men tað er ikki galdandi fyri húsvognar og viðfestivognar. Skalt tú uttanlands við bili um veturin, er ráðiligt at kanna lóggávuna í teimum londunum, tú skal koyra ígjøgnum. Gáloysni í ferðsluni Tá ið tú koyrir, skalt tú hugsavna teg um koyringina og bert um koyringina. Gáloysni í ferðsluni kann býtast í fýra: Sjónin–tá bilførarin hyggur burtur frá ferðsluni. Heilin–tá bilførarin hevur tankarnar aðrastaðni enn í ferðsluni. Ikki leita eftir lutum, sum tú missir niður. Bíða til tú ert komin fram–ella koyr til viks, steðga og leita Um børnini órógva, steðga so og sissa tey, áðrenn tú koyrir víðari Mást tú lesa ella senda sms, teldupost og tílíkt, koyr tá fyrst til viks og steðga Koyrir tú við bilførara, ið brúkar handhildna telefon–mótmæl! Góð ráð um fartelefon í ferðsluni Brúka ongantíð handhildna telefon, meðan tú koyrir bil. Mást tú tosa í fartelefon, nýt so eina handfría- og bert til stuttar og einfaldar samrøður, sum ikki eru krevjandi. Steðga á tryggum staði, um ein samrøða krevur títt uppmerksemi. Mótmæl, um bilførarin lesur/skrivar sms ella tosar í eina handhildna telefon. Brúkar tú handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil, kann tað millum annað hava við sær, at: Reaktiónstíðin og steðgilongdin gerast longri Tú kanst missa tamarhaldið á bilinum, og í ringasta føri koyra út av vegnum ella í mótkoyrandi farbreyt Tú mást býta uppmerksemið millum at koyra bil og samrøðuna. Tá fært tú ikki hugsavna teg nógv væl um bilkoyringina og ferðsluna rundan um teg At eta og drekka í ferðsluni Um tú etur ella drekkur, meðan tú koyrir bil, kann hetta eisini hava við sær gáloysni. Vanliga mást tú gera klárt við at pakka út ella skrúva proppin av. Tað krevur, at tú sleppur róðrinum og hyggur burtur av vegnum, bæði tá tú gert klárt, og tá ið tú etur ella drekkur. Missir ella stoytir tú niður, gerst tú uppaftur meiri gáloysin. Betri Biltryggingar Bilurin skal tryggjast. Møguligt er at tekna ymiskar biltryggingar, so tryggingin hóskar til tørvin hjá tykkum. |
Bláa kortið er til tín, ið hevur eina Ársferðatrygging, og Bláa kortið skalt tú altíð hava við tær uttanlands. Skuldi tú fingið tørv á bráðneyðugari hjálp á ferðini, skalt tú seta teg í samband við SOS International. Upplýsingarnar til, hvussu tú fært samband við tey, standa á Bláa kortinum. Tey veita tær hjálp og ráðgeva tær viðvíkjandi øllum spurningum í skaðastøðuni. Best er, um tú setir teg í samband við SOS International alt fyri eitt, um tú ert fyri skaða ella óhappi uttanlands. Ring til SOS á tel + 45 38 48 91 22, send fax á + 45 70 10 50 56 ella skriva teldupost til sos @ sos. eu. |
Um tú ikki kanst taka undir við avgerð okkara í einum tryggingarmáli, ert tú vælkomin til, í fyrsta umfari, at seta teg í samband við okkum aftur. Kann málið verða loyst á henda hátt, er tað tann besta, mest einfalda og skjótasta loysnin fyri báðar partar. Serligur kærumøguleiki fyri privatar kundar og vinnukundar, har kundaviðurskiftini ikki víkja stórvegis frá privatkundaviðurskiftum Um tú og Betri ikki røkka einari semju, hevur tú møguleika til at kæra avgerðina til Ankenævnet for Forsikring. Eisini er møguleiki fyri at senda skrivliga kæru til Anna Mohr Holm, sum er kæruviðgeri hjá Betri. Kæran kann sendast við telduposti til amh @ betri. fo. Leinkjur til hentar heimasíður um kærumál: |
Ráðgevingin niðanfyri er galdandi fyri ferða- og avlýsingartryggingar frá Betri Trygging. Tá eg havi keypt ferðina Tað, tú skal hava í huga, er, at um tú keypir eina ferð til eitt øki, har tað verður frámælt at ferðast til, so tekur tryggingin ikki við, um tú avlýsir vegna koronu. Um tað ikki verður frámælt at ferðast til ávísa økið, tá tú keypir ferðaseðilin, men landið so skiftir lit 72 tímar undan fráferð ella minni, ja, so tekur avlýsingartryggingin við. Hav tó í huga, at tryggingin ikki kann viðgera møguliga avlýsing áðrenn tað eru 72 tímar til fráferð. Hetta tí, at støðan broytist so skjótt og so javnan. Fylg við inni á t. d corona. fo og coronasmitte. dk- og set teg somuleiðis í samband við veitaran av ferðini, um tú mást avlýsa. Um tú keypti ferðina, tá tað var frámælt at ferðast til økið, so tekur tryggingin ikki við, sama um tað er tú sjálv/ur ella um tað er ferðaveitarin, ið hevur avlýst. Tryggingin fylgir almennu tilmælunum, og tí er liturin, sum landið hevur, tá tú keypir ferðina, avgerðandi fyri, hvørt tryggingin loftar tær ella ikki, um okkurt gongur galið. Økið, sum eg skal ferðast til krevur nú, at eg skal í sóttarhald, tá eg komi til økið. Dekkar tryggingin? Nei tað ger hon ikki. Tilmælini broytast javnan og tí mást tú kanna, hvørji tilmæli eru galdandi í økinum, tú skal til. Tá eg keypti ferðina, bleiv tað ikki frámælt at ferðast til økið, men nú verður tað frámælt og eg skal avstað í morgin. Dekkar tryggingin? Eg skal við dóttrini til eina ítróttarkapping í Svøríki í summar. Svøríki er reytt, men kappingin er ikki avlýst enn. Kann hon fara? Kann familjan fara við? Í løtuni verður frámælt at ferðast óneyðuga- og somuleiðis er Svøriki reytt. Tí vil eg mæla tær til at bíða við at keypa sjálva ferðina, til kappingin nærkast. Hetta tí, at tilmælini broytast allatíðina. Somuleiðis skulu tit hava í huga hvønn lit landið hevur, tá ferðin nærkast- og tá tit keypa ferðaseðilin-tí liturin á landinum kann ávirka avlýsingartryggingina, sum er ein partur av ferðatryggingini. Eg havi fingið fyrru koppsetingina og fái væntandi hina skjótt. Tá eg havi fingið báðar, kann eg so ferðast til øll lond–eisini tey, sum eru reyð? Tað einasta, vit í løtuni hyggja at, er hvønn lit landið, sum tú ætlar tær til, hevur. Í løtuni verður tískil ongin munur gjørdur á teimum, sum eru koppsett og hinum, sum ikki eru koppsett. Tó skalt tú kanna, hvørji tilmæli eru galdandi í tí ávísa landinum, tú ætlar tær til. Tað er ymiskt frá landi til land, hvat tú kanst, tá tú ert koppsettur í mun til tann, sum ikki er koppsettur. Summi lond brúka koronapass t. d. um tú skalt út at eta ella annað. Men tryggingin hyggur í løtuni bara at, hvønn lit landið hevur. Fyri føroyingar er tað tann danski listin, sum er galdandi. Vit mæla tær til at fara inn á www. coronasmitte. dk. Har finnur tú í løtuni listar yvir, hvønn lit ymsu londini hava. Hetta kortið verður dagført hvørja viku. Eg havi ferðaseðil til Grikkaland í juli, hvat skal eg gera-skal eg fara? Dekkar tryggingin, um eg avlýsi? Her skalt tú hava í huga, hvønn lit Grikkaland er, áðrenn tú skalt avstað. Somuleiðis skalt tú kanna, hvat myndugleikarnir bæði her og í Grikkalandi mæla til, tá ein ætlar at ferðast til Grikkalands. Tað er stórur munar á, um Grikkaland er reytt/appelsingult ella grønt/gult, tá tú skalt avstað. Børn undir 16 ár verða ikki koppsett. Hvørji eru tilmælini ímun til ferðing, sum familja–eitt nú í heyst. Væntandi eru foreldur koppsett tá, men ikki børnini. Eru serlig viðurskiftir her, ið ein skal taka atlit til? Her verður mælt til, at tú fylgir tilmælinum hjá myndugleikunum í FO/DK og somuleiðis kannar, hvørji tilmæli gera seg galdandi í tí ávísa landinum, tú ætlar tær til. Skulu til dømis børnini í sóttarhald, men ikki tit? Hvønn lit hevur landið? Mælt verður til, at tit halda frástøðu, spritta og annars brúka vit og skil. Tryggingarliga verður í løtuni eingin munur gjørdur á, um ferðandi eru koppsett ella ikki, so í so máta eru tit øll fevnd av tryggingini á sama hátt. Minst til at nýta vit og skil- og at halda tilmælini. Halt frástøðu og spritta hendurnar javnan |
Tá tað kemur til at tryggja besta vinin, hava vit tvær ymiskar tryggingar. Ábyrgdartryggingin er lógarkravd. Tað vil siga, at um tú eigur ein hund, so skal hann sambært lóg verða ábyrgdartryggjaður. Tá veita vit endurgjald, um hann ger skaða á fólk ella á ognir hjá øðrum. Hartil er skilagott at tekna eina lívstrygging til hundin–serliga um hann hevur kostað nógv. Tá fært tú endurgjald, um hundurin brádliga og óvæntað doyr av óhappi ella sjúku–ella um djóralæknin sigur, at hann av heilsuávum má avlívast. Tá er Lívstryggingin til hundar eitt fíggjarligt plástur uppá sárið. Hundatryggingin er galdandi, inntil hundurin er 11 ára gamal. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. |
Eigur tú eina motorsúkklu, hava vit tvær ymiskar tryggingar í at velja. Onnur er lógarkravd, og hina kanst tú tekna, um tú vilt tryggja súkkluna, sum best. Lógarkravda ábyrgdartryggingin tekur við, um tú við motorsúkkluni gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Hon tryggjar teg sostatt móti skaðum, tú gert á onnur. Hin er skrokktryggingin, ið tekur við skaðum, sum tín egna motorsúkkla fær. Til dømis um tú verður partur av einum ferðsluóhappi-ella um onkur annar ger skaða á tína motorsúkklu uttan at boða tær frá. Hendan tryggingin veitir tær sostatt endurgjald, um motorsúkklan fær skaða. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Vel ta motorsúkklutryggingina, sum hóskar best til tín Ábyrgdartrygging Fevnir um skaðar, tú gert á onnur Ábyrgdartrygging við skrokktrygging Fevnir um skaðar, tú gert á onnur Fevnir um skaðar, sum tín motorsúkkla fær |
Eigur tú eitt prutl, hava vit tvær ymiskar tryggingar í at velja. Onnur er lógarkravd, og hina kanst tú tekna, um tú vilt tryggja prutlið, sum best. Lógarkravda ábyrgdartryggingin tekur við, um tú við prutlinum gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Hon tryggjar teg sostatt móti skaðum, tú gert á onnur. Hin er skrokktryggingin, ið tekur við skaðum, sum títt egna prutl fær. Til dømis um tú verður partur av einum ferðsluóhappi-ella um onkur annar ger skaða á títt prutl uttan at boða tær frá. Hendan tryggingin veitir tær sostatt endurgjald, um prutlið fær skaða. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Vel ta prutltrygging, sum hóskar best til tín |
Við eini lívstrygging fyri ross fært tú endurgjald, um sjúka ella óhapp hava við sær, at rossið óvæntað doyr. Ross eru ofta væl dýrari at keypa enn onnur djór–og summi ross eru serliga dýr. Við eini lívstrygging fyri ross fært tú endurgjald, um sjúka ella óhapp hava við sær, at rossið óvæntað doyr. Tryggingin tekur eisini við, um ein djóralækni staðfestir, at rossið má avlívast, tí tað er sjúkt ella hevur fingið skaða. Lívstryggingin til ross er sostatt eitt fíggjarligt plástur uppá sárið, um illa vil til. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. |
Viðfestisvognar eru altíð fevndir av ábyrgdartryggingini hjá tí dragandi bilinum, tá tú koyrir. Tað merkir, at um tú við viðfestisvogninum gert skaða á annað akfar, ting hjá øðrum ella fólk, ja so er tað ábyrgdartryggingin hjá bilinum, sum tekur við. Hartil kanst tú tryggja vognin við eini viðfestisvognatrygging. Í so fall fært tú endurgjald, um viðfestisvognurin sjálvur fær skaða. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Ofta settir spurningar Er nøkur sjálvrisiko á eina viðfestisvognatrygging? Teknar tú eina viðfestisvognatrygging og fært ein skaða, sum tryggingin dekkar, skalt tú sjálv/ur gjalda ein part av skaðanum. Hetta kalla vit sjálvsábyrgd–og fyri viðfestisvognar er sjálvsábyrgdin 500 kr. Hvat kostar ein viðfestisvognatrygging? Tað veldst um aldurin á viðfestisvogninum og hvat tú tryggjar vognin fyri. Tú gert sjálv/ur av, hvussu høg tryggingarupphæddin skal vera–og tryggingargjaldið verður so ásett eftir tí. Ivast tú, ert tú vælkomin at ringja til okkara. Saman við tær finna vit hóskandi tryggingarstøðið, so tú hvørki yvir-ella undirtryggjar vognin. Tað er sjálvandi óbindandi. Er viðfestisvognatryggingin lógarkravd? Nei, tað er ikki lógarkravt at tekna viðfestisvognatrygging. Hvussu er mín viðfestisvognur dekkaður, um eg læni hann út? Ein viðfestisvognur er altíð fevndur av ábyrgdartryggingini á tí dragandi akfarinum, tá ið koyrt verður. Tað merkir, at um onkur lænir vognin og festir hann á sín egna bil, ja, so er tað teirra ábyrgdartrygging, ið tekur við, um viðkomandi ger skaða á bilar ella ognir hjá øðrum–ella fólk. Er tað hinvegin viðfestisvognurin, ið fær skaða, fært tú bara endurgjald, um tú hevur teknað eina viðfestisvognatrygging. Eg havi lænt ein viðfestisvogn, hvussu er við trygging? Um tú lænir ein viðfestisvogn, er tað ábyrgdartryggingin á tí dragandi akfarinum–í hesum føri tínum bili-sum veitir endurgjald fyri skaðar, sum henda á aðrar bilar, ognir ella fólk. Tað er altíð viðkomandi, sum eigur vognin, ið hevur ábyrgd av at tryggja hann móti skaðum, sum henda á viðfestisvognin sjálvan. Er tað ein fyrimunur, um eg tryggi viðfestisvognin sama stað, sum eg havi restina av mínum tryggingum? Ja, tess fleiri tryggingar tú hevur hjá Betri Trygging, tess størri avsláttur fært tú. Tú kanst lesa meira um okkara fyrimunarskipan her. |
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Set prís á tað, tú eigur Prísurin á innbúgvstryggingini veldst um, hvussu nógv ting tú eigur og hvussu dýr ting tú eigur. Keypir tú alt frá sniðgevum og dýrum merkjum ella eru lutirnir keyptir á endurnýtslu? Eigur tú nógv ella lítið? Í stuttum kunnu vit siga, at virðið á tínum innbúgvi ávirkar prísin á innbúgvstryggingini. Tað er ein sannroynd, at tey allarflestu eru undirtryggjað, tá tað kemur til innbúgvið. Vit seta heilt einfalt virðið á innbúgvinum alt ov lágt og undirmeta, hvat tað kostar, um vit skulu keypa tað av nýggjum. Kanska tekna vit innbúgvstrygging á ungum árum, men dagføra hana ongantíð, sum árini ganga og sum ting leggjast afturat. Men um skaðin hendir, verður endurgjaldið latið eftir tí, sum tú hevur upplýst okkum um virðið. Hevur tú undirmett, hvat innbúgvið er vert, fært tú tí ikki fult endurgjald, um skaðin hendir. Við innbúgvsroknaranum hjá Betri Trygging kanst tú kanna, um tú ert á beinari leið. Roknarin gevur tær eitt vegleiðandi boð uppá, hvat innbúgvið er vert og hvat tað tí eigur at tryggjast fyri. Ynskir tú at vita neyva virðið á tínum innbúgvi, mæla vit til, at tú fert neyvari til verka og veruliga setur prís á tað, tú eigur. Trýst her. Vel ta innbúgvstrygging, sum hóskar best til tín Fevnir um elektrisk tól við tilhoyri, sum tann tryggjaði eigur. Vit veita endurgjald fyri skaða, tá talan er um virkisbrek á elektrisk tól, sum eru undir 4 ár–ella um mekaniskt ella elektriskt brek ger, at tólið ikki kann brúkast til sítt endamál. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi. Brádligur skaði Fevnir um brádligar skaðar, sum henda, tá innbúgvslutir brotna, skrædna ella á annan hátt gerast óbrúkiligir, og hetta ikki kemur undir nakra aðra skaðaorsøk, ið innbúgvstryggingin framman undan fevnir um. Talan er ikki um kosmetiskar skaðar. Atvold og avleiðing skulu henda samstundis. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi. Tilval-El-skaði Fevnir um skaðar á elektrisk tól, leidningar ella komponentar í elektriskum tólum orsakaður av skammlopi, induktión, streymvillu, yvirspenningi ella tílíkum. Hetta er ein trygging, ið kann teknast eftir tørvi. |
Ert tú grannskoðari, kanst tú vera orsøk til, at onnur fáa fíggjarmiss. Við tað, at tín ábyrgd er persónlig og óavmarkað, kann hetta hava við sær, at tú fært stór endurgjaldskrøv. Skuldi tað hent, er umráðandi at hava røttu ábyrgdartryggingina, sum kann tryggja teg móti tíni endurgjaldsábyrgd, umframt verja teg ímóti ógrundaðum endurgjaldskrøvum. “ Ábyrgdartrygging fyri grannskoðarar” tryggjar teg og tíni starvsfólk móti júst slíkum krøvum. Tryggingin er ætlað bæði ríkisgóðkendum og skrásettum grannskoðarum. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Vit eru altíð klár at hjálpa tær Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. |
Við biltryggingini til vinnubilar frá Betri Trygging kanst tú velja ta tryggingina, sum hóskar best til tín tørv. Lógin sigur, at bilurin í minsta lagi skal ábyrgdartryggjast. Tað merkir, at tryggingin tekur við, um tú gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Vilt tú eisini tryggja bilin, skalt tú velja eina skrokktrygging. Hon tekur við, um bilurin fær skaða til dømis í ferðsluóhappi–ella um onkur ger skaða á hann uttan at boða frá. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Skrokktryggingin fevnir hartil um Nývirðisendurgjald Nývirðisendurgjald er, at tú kanst keypa tær spildurnýggjan bil, um tín fær stóran skaða. Er bert galdandi fyri bilar, ið eru eitt ár ella yngri. Kostnaðurin fyri umvæling skal vera hægri enn 50% av nývirðinum. Bilurin skal vera verksmiðjunýggjur, tá ið tryggingin verður teknað. Lyklafulnað Tryggingin veitir endurgjald, tá lykil til tryggjaða akfarið verður stolin ella mistur. Rættarhjálp Við hesum fært tú fíggjarligan stuðul til sakførarahjálp. Skeiv áfylling Tryggingin veitir endurgjald, um so er, at skeivt brennievni er latið á akfarið og tað ikki hevur verið tendrað síðani. Nummarplátustuldur Tryggingin fevnir um nummarplátustuldur. Vel ta biltrygging, sum hóskar best til tína fyritøku Afturat skrokktryggingini eru ymiskar tilvalstryggingar, so tú kanst tryggja bilin júst eftir tínum tørvi. Tað veldst til dømis um, hvønn bil tú hevur, hvussu nýggjur hann er og hvør nýtslan er. Serskaði Mekaniskur skaði Tiltaksakfar Fíggjarmiss Parkeringsskaði Bilhjálp í Føroyum Ring til okkara, um tú ivast í, hvat hóskar seg best til júst tín tørv. Vit hjálpa tær fegin. |
Lastbilar, bussar, dumparar o. s. fr. eru akfør yvir 3500 kg og tey skulu sambørt lóg verða í minsta lagi ábyrgdartryggjað. Tað merkir, at tryggingin tekur við, um tú við stóra akfarinum gert skaða á onnur akfør, ognir hjá øðrum ella á fólk. Ábyrgdartryggingin fevnir ikki um skaðar, sum tu gert á egið akfar. Hartil kanst tú tryggja sjálvt akfarið við eini skrokktrygging. Hon tekur við, um tú gert skaða á egið akfar–ella um onnur gera ein skaða uttan at boða tær frá. Skrokktryggingin fevnir um skrokkskaðar av øllum slag–tó ikki skaðar, ið bert koma á mekaniskar og elektriskar lutir. Við skrokktryggingini fært tú nývirðisendurgjald, lyklafulnað og rættarhjálp. Alt eftir hvør tørvurin er, ber eisini til at víðka skrokktryggingina við tilvalum so sum: Serskaði Mekaniskur skaði Tiltaksakfar Fíggjarmissur Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. |
Innflutningur, útflutningur og einstakar flutningstryggingar Um tú hevur handil og innflytur vørur ella um tú ert framleiðari og útflytur vørur, eigur tú at hava eina flutningstrygging. Við eini flutningstrygging fært tú fult endurgjald frá okkum, sama um tað er tú ella ein flutningsfyritøka, sum flytir tær. Flutningsfyritøkur kunnu í flestu førum seta avmarkingar á endurgjaldið, um skaði hendir undir flutninginum. Tað merkir, at endurgjaldið verður avmarkað–sama hvussu stórt virðið á tíni vøru er. Um skaði skuldi hent, veita vit tær endurgjald skjótast til ber og yvirtaka títt krav mótvegis flutningsfelagnum. Hevur tú vørur, ið skulu flytast, eru vit altíð klár at hjálpa og vegleiða. Ring til okkara á 348 717. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Til ber eisini til at tekna eina einstaka flutningstrygging, um tú skalt flyta okkurt, sum flutningsavtalan ikki fevnir um. Til dømis um tú skalt flyta eina stóra, einstaka maskinu ella aðra einstaka vøru av onkrum slagi. Skal tú hava eina framsýning uttanlands, hava vit eisini eina trygging til hetta. Hon fevnir um um framsýningarlutir og flutningin til og frá staðnum, har framsýning verður hildin. Ofta settir spurningar Hvat veita tit endurgjald fyri? Við eini flutningstrygging fært tú fult endurgjald frá okkum, um vøran verður skadd undir flutninginum–tað veri seg av samanstoyti, stuldri, eldi, ferðsluvanlukku, viðferðsskaða ella øðrum, og somuleiðis í sambandi við sonevnt“ havari grosse”. Endurgjald verður tó ikki veitt í sambandi við seinking. Hvønn flutning dekkar tryggingin? Vit laga flutningstryggingina til tørvin hjá hvørjum einstøkum. Vit tryggja vørurnar, sama um tær verða fluttar í bili, við skipi, toki ella flogfari–innanoyggja ella uttanlands. Flutningsfelagið hevur eina trygging–hví skal eg tekna eina flutningstrygging umframt? Tað er skilagott, tí flutningsfeløg kunnu vanliga seta avmarkingar á endurgjald fyri skaðar, sum henda undir flutninginum. Eitt dømi kundi verið ein maskina, sum vigar 100 kg og er verd tvær milliónir krónur. Um maskinan verður totalskadd undir flutningi við skipi úr Danmark til Føroya, kann flutningsfelagið sambært sjólógini avmarka endurgjaldið til áleið 6.000 krónur. Um tú hinvegin hevur eina flutningstrygging, fært tú fult endurgjald, bert við frádrátti av avtalaðari sjálvsábyrgd. |
Skal tú arbeiðsørindi ruttanlands? So ber til at tryggja teg við eini vinnuferðatrygging. Á vinnuferð uttanlands kanst tú koma illa fyri, um okkurt óvæntað hendir. Talan kann t. d. vera um sjúku, vanlukku, stuldur ella álop á ferðini. Eisini kann onkur av tínum nærmastu brádliga gerast sjúkur ella doyggja heima. Hevur tú eina vinnuferðatrygging, hjálpa vit tær í slíkum førum. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Ársvinnuferð Til tín, sum ferðast nógv. Tryggingin fevnir um allar vinnuferðir, sum tú gert í eitt ár. Tryggingin kann víðkast til eisini at fevna um tínar frítíðarferðir. Tú kanst eisini tryggja hjúnafelagan/sambúgvan á tíni Ársvinnuferð. Afturat hesi trygging kanst tú tekna eina Avlýsingartrygging, sum tekur við, um tú av ávísum orsøkum ikki kanst fara á eina bílagda ferð. Stutt tíðartrygging Ferðast tú so mikið sjáldan, at tað ikki loysir seg at tekna ársvinnuferðatrygging, kanst tú tekna eina stutttíðartrygging í staðin. Set teg í samband við okkum–vit vegleiða tær fegin. Avlýsingartrygging Um tú av ávísum orsøkum ikki kanst fara ella ikki sleppur avstað á ætlaðu ferðina, er hent at hava eina avlýsingartrygging. Við henni kanst tú fáa endurgjald fyri tað, sum ferðaveitararnir ikki endurrinda, um ferðin verður av ongum. Ofta settir spurningar Er vinnuferðatrygging lógarkravd? Nei, hon er ikki lógarkravd. Men sum arbeiðisgevari er tað skilagott at tryggja tíni starvsfólk, eisini um tey skulu uttanlands. Um skaði skuldi hent á ferðini, kann tað gerast sera kostnaðarmikið, um tú skalt rinda ú regnum lumma. Eg skal uttanlands við arbeiðnum, skal arbeiðsgevarin tryggja meg? Nei, arbeiðsgevarin skal ikki tryggja teg. Tað er kortini skilagott–og tí gera flestu arbeiðsgevarar tað, hóast eingin krevur tað av teimum. Skalt tú uttanlands spyr teg fyri á arbeiðsplássinum–og vent tær so til okkara, um tú skalt av landinum í arbeiðsørindum. Gert tú eina ferð, ið er lutvíst vinnuferð og frítíðarferð, fevnir Vinnuferðatryggingin um teir dagarnar, ið eru vinnuferð. Hevur tú eina Ársferðatrygging hjá okkum, tekur hon við teir dagarnar, ið eru frítíðarferð. Hevur tú onga Ársferðatrygging, set teg so í samband við okkum og vit vegleiða tær um, hvussu tú tryggjar teg á bestan hátt. |
Bundin er bátleysur maður, sigst–og júst tí ræður um at tryggja bátin væl. Hjá Betri Trygging kanst tú tryggja alt frá bátum undir 20 BT til vatnskutarar og kappróðrarbátar. Mest grundleggjandi bátatryggingin er skrokktryggingin- og hartil bjóða vit hópin av tilvalum, so tryggingin hóskar júst til tín tørv og títt virksemi. Sama um tú fert onkran hendinga stuttleikatúr–ella um tú javnan rør út. Tað er ikki lógarkravt at tryggja stuttleikabátar, men um báturin er vinnuligur, er lógarkravt, at tú hevur eina arbeiðsskaðatrygging. Vit viðmæla altíð, at tú í minsta lagi skrokktryggjar tær bátin. Skrokktryggingin fevnir um óvæntaðar skaðar, sum koma uttanífrá og raka sjálvan bátin og/ella maskinuna. Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi. Vel ta tilvalstrygging, sum hóskar best til tín Víðkað maskintrygging Víðkað trygging kann teknast fyri maskinur yngri enn 15 ár. Tryggingin verður teknað eftir nývirðinum á maskinuni-íroknað gear, aksil og skrúvu. Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at familjur fara uttanlands við bátinum at ferðast–og at báturin verður fluttur fyrsta teinin við skipi. Við hesum tilvalinum kanst tú tekna eina tilvalstrygging fyri flutningin av bátinum. Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. Henda tryggingin kann eisini teknast fyri bátar, sum verða keyptir uttanlands og skulu heim til Føroya. Tá bátar verða fluttir innanoyggja, undir upptøku ella sjóseting, er vanliga tryggingarskjalið galdandi. Víðkað siglingarleið Um tú fert at sigla í Norðurlondum ella Stóra Bretlandi, er skrokktryggingin galdandi í upp til 60 dagar. Ætlar tú at sigla aðrastaðni, ella at vera burtur í longri tíð, ber til at tryggja fyri víðkaða siglingarleið. Tryggingin fevnir tá um tær leiðir, ið tú hevur boðað okkum frá frammanundan og sum eru settar í tryggingarskjalið. Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. Snellurnar kunnu eisini tryggjast móti somu vandum, sum skrokktryggingin annars fevnir um. Tað er ein føst sjálvsábyrgd fyri hvørja snellu. Ábyrgdartrygging Ábyrgdartryggingin fevnir víðari enn skrokktryggingin. Hon tekur við, um tað ringasta skuldi hent við farinum, og um persónar fáa skaða. Eisini umfatar hon bjargiløn, um mannalív verða bjargað. Gert tú skaða á lutir hjá øðrum ella á annan hátt dálkar við bátinum, tekur tryggingin eisin við. Somuleiðis um tær verður álagt at taka vrakið burtur. Ábyrgdartilvalið kann geva væl hægri endurgjald enn skrokktryggingin, tí tað er ikki grundað á virðið á bátinum. Við tilvalinum” ábyrgd” kann tryggingin veita upp til kr. 10.000. 000 fyri persónskaða og upp til kr. 5.000. 000 fyri skaða á lutir. |
Er bústaðurin hitaður við varandi orku, so sum jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bíligari loysn, tí rentan er eitt vet lægri enn á Bústaðarláninum. Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. Grønt bústaðarlán er somuleiðis óbundið á tann hátt, at tú til eina og hvørja tíð kanst gjalda meira til lánið, um tú hevur møguleika fyri tí. Harafturat skalt tú í minsta lagi hava 10 prosent í eginpeningi. Lánssamansetingin er vanliga í tveimum. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast sum Grønt bústaðarlán, meðan restin verður fíggjað við hægri rentu. Soleiðis ber til at minka um skuldina skjótari. Hinvegin ber eisini til at søkja um avdráttarskáa upp í 2 ár, og í serligum føri upp í 5 ár. Treytin fyri at fáa Bústaðarlán er, at tú í minsta lagi hevur 10 prosent í eginpeningi. Afturat rentuni er eitt bidrag, sum er broytiligt. Hvat fyri lán, tú velur, veldst um fíggjarstøðu og váðafýsni. Realkredittlán eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og verða harvið handlaði til eitt ávíst virði ella kurs, sum verður sett eftir útboði og eftirspurningi. Tá tú velur Realkredittlán við broytiligari rentu, skalt tú velja eitt áramál, har rentan verður fastløst. Rentan kann læsast í 2 til 6 ár, og vanliga er hon lægri enn á einum láni við fastari rentu. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastløst í eitt nýtt tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um. Realkredittlán kann fíggja upp til 80 prosent av bústaðarvirðinum. Um tit eru tvey, sum ætla at keypa bústað saman, mæla vit til, at tit tekna hvør sína Restskuldartrygging. Tá tryggja tit tykkum, at partur av skuldini verður goldin, um annar tykkara doyr áðrenn viðkomandi fyllir 67 ár. Tú hevur møguleika at tryggja tær sjálvum og/ella makanum. Tá tú tryggjar makanum verður tryggingarupphæddin útgoldin eftir, at búgvið er gjørt upp, og økir sostatt ikki virðið á ognini, sum møguliga skal skiftast við arvingar. Treytin fyri at tekna eina Restskuldartrygging er, at bústaðarlánið er í Betri Banka. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu. |
Aftur í ár var Betri Stuðulsgrunnurin ein av høvuðsstuðlunum hjá Team Rynkeby Føroyar. Øll átta árini, Rykebyliðið hevur verið í Føroyum, hevur Betri stuðlað hesum góða endamálinum. Fimm tey fystu árini var Betri gullstuðul við 25.000 kr um árið, men síðani 2019 hevur Betri Stuðulsgrunnurin verið platinstuðul og latið 125.000 kr árliga. Tað krevst stuðul við umsorgan. Bæði fyri sjúka barninum, men eisini fyri systkjum og foreldrum. Tað krevst lekjandi stuðul. Hartil krevjast pengar til gransking og nýggjar viðgerðir–og til samrøðubólkar og kreppuhjálp. Hesum seinasta kunnu vit hjálpa við. Og tað hava vit fegin gjørt í átta ár.” Tá eyðkendi guli Rynkebyhópurin 8. juli í ár setti seg á súkklurnar og helt avstað fyri at savna pening inn til børn við álvarsomum sjúkum og familjur teirra, steðgaðu tey á hjá Betri í Saltangará, har vit høvdu eina lítla móttøku fyri teimum og ynsktu teimum góða ferð. Her er ein stuttur samandráttur av hugnaligu løtuni. |
Betri Stuðulsgrunnurin letur til gransking 17. jun. 2021 | Tíðindi–Tað er tørvur á føroyskari gransking, og tað er tørvur á fígging til góðar, føroyskar granskingarverkætlanir. Tí hava vit gjørt av at seta fleiri pengar av til føroyska gransking í ár, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri PF. Treytin er, at granskingin er føroysk og at hon er til gagns fyri føroyingar, sum heild. –Men nú hava vit gjørt av at tvífalda stuðulsupphæddina–úr 5 milliónum upp í 10 milliónir. Tað gera vit, tí vit vilja bera samfelagnum aftur av yvirskotinum. Tað eru jú kundarnir, sum eiga tryggingina, og tá tað gongur væl, skal tað koma øllum føroyingum til góðar, greiðir Evy Jacobsen, stjóri í Betri Trygging frá. Tí er upplagt, at eitt ein sterkur aktørur, sum Betri, stuðlar uppundir arbeiðið hjá føroyskum granskarum, heldur Evy Jacobsen. |
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini. Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til stuðulsgrunnin. Næsta umsóknarfreist er týsdagin 31. mai 2022. Svar verður sent seinast í juni 2022. |
Betri nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá Betri. Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Brúk av farsporum á heimasíðuni Tað er neyðugt at brúka farspor, fyri at heimasíðuna kann virka, sum hon skal. Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Betri senda farsporini fylgjandi upplýsingar: • hvørjar síður á www. betri. fo tú vitjar og nær • hvønn kaga tú brúkar • hvørja upploysn tín skermur hevur • hvørja stýriskipan tín telda hevur • hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara • hvønn IP-bústað tú hevur • hvørja java útgávu tín telda hevur. Eisini fáa vit betri yvirlit yvir tína vitjan á heimasíðuni umvegis farsporini, so vit miðvíst kunnu menna heimasíðuna eftir tínum tørvi og áhuga. Til dømis minnast farspor, hvat tú hevur lagt í eina møguliga kurv, um tú fyrr hevur vitjað síðuna, um tú ert innritað-/ur, og hvat mál og hvat gjaldoyra, tú gjarna vilt síggja á heimasíðuni. Vit brúka eisini farspor til miðvíst at vísa tær viðkomandi lýsingar á øðrum heimasíðum. Sum heild verða farspor soleiðis brúkt sum ein partur av okkara tænastu, fyri at vísa innihald, ið er so viðkomandi sum gjørligt fyri teg. Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m. a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna. Hvussu leingi verða farspor goymd? Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínari útgerð. Tíðarskeiðið verður roknað frá, tá ið tú seinast var inni á heimasíðuni. Megnparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin. Tú kanst velja farspor frá, sum Google Analytics brúkar her. Farspor, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Ynskir tú at strika farsporini, kanst tú gera tað umvegis internetkagan við at fara inn undir innstillingar–Security and Privacy. Her eru vegleiðingar til teir mest brúktu kagarnar: Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg. |
Hann er partur av altjóða felagsskapinum International Federation of Blue Cross Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum fór til verkætlanina“ Liv Lívið”. Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at broyta rúshugburðin hjá ungdóminum. Tað skal vera okay at lata vera, tí tú ikki hevur hug. Verkætlanin skal fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi og at fyribyrgja, at ung gerast bundin at rúsevnum/-drekka. |
4. og 5.-floksnæmingar sleppa komandi skúlaár at royna seg í frælsum ítrótti, flogbólti, innirógving og badminton. Hetta eru ítróttagreinar, sum ikki fyrr hava verið í skúlunum. “ Eitt er, at vit fáa meira fjølbroytni í ítróttaundirvísingina, men tað týdningarmesta er, at vit geva børnunum eina fantastiska uppliving og minni fyri lívið,” sigur Katrin á Neystabø, samskipari. Hon greiðir frá, at í Skúlaleikum er tað felagsskapurin, sum er miðdepilin; børnini fáa bara stig í bólkum og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. “ Stuðulin, vit hava fingið frá Betri, tryggjar grundarlagið undir øllum okkara virksemi,” sigur Katrin á Neystabø, sum gleðir seg at skapa rørslugleði hjá børnum í Føroyum við verkætlanini komandi árini. |
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini. Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til stuðulsgrunnin. |
Í Ævintýrbókini eru 25 av teimum allarbestu, klassisku ævintýrunum. Her eru bæði tey meira kendu, so sum „Snjóhvíta“, „Hans og Greta“ og „Teir tríggir Bukkarnir Brúsi“ saman við teimum minni kendu, so sum „Prinsessan á glasfjallinum“, „Drongurin, sum vildi læra ræðsluna at kenna“ og „Soria Moria slottið“. Øll ævintýrini hevur Peter Madsen endursagt í síni fullu longd og lætthent latið í ein nýggjan máltóna, sum serliga tekur støði í teimum kæru fólkafrásagnunum eftir: Perrault, brøðurnar Grimm, Asbjørnsen og Moe og Svend Grundtvig. Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað. Peter Madsen er millum annað eisini kendur fyri at hava teknað teknirøðirnar: Valhalla og Menniskjasonurin og eisini nýggju myndabókarøðina: Trøllalív. Peter Madsen skrivaði og myndprýddi, og Oddfríður Marni Rasmussen týddi úr donskum. Bókin er innbundin og 200 bls. |
Ein gátuførur fremmandamaður kemur til Eldsalu. Tað er tað heitasta summarið, ið Herbert veit um, og vespur eru allastaðni. Samstundis byrja fólk í Eldsalu at gerast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinurin, Sally, gerast illgrunasom. Okkurt ræðuligt er í ferð við at henda! Saman leita tey sær skjól í sínum loyniliga goymistaðið, tí niðurlagdu mylluni, har eingi livandi-ella deyður-klárar at finna tey. Ella klára tey? Kristina Ohlsson skrivaði, og Tórhallur við Gil týddi úr svenskum. Bókin er innbundin og 256 bls. |
Myndprýðingarnar hjá Jim Kay av søgunum um Harry Potter eftir J. K. Rowling hava rúnabundið eitt heilt ættarlið. Í hesari glæsiligu útgávuni vera nógvar av hansara gandakendu myndum úr myndprýddu útgávunum, nýggjar tekningar og ikki fyrr sæddar skitsur settar saman við 366 ógloymandi sitatum frá bókarøðini. Tú sært árstíðirnar broytast, minnist føðingardagar og aðrar hátíðir og finnur saman við tínum yndispersónum, meðan tað makaleysa listarliga hugflogið hjá John Kay manar fram eitt gandakent ár í Hogwarts í málningum, blýantstekningum og teldutøkniligum myndum. Njót eitt sindur av Harry Potter gandi hvønn dag í árinum. J. K. Rowling skrivaði, og Jim Kay myndprýddi. Ávikavist Gunnar Hoydal, Malan Háberg og Bergur Rasmussen hava týtt úr enskum. Bókin er innbundin og 240 bls. |
Norðurlendsk bókmentavika er tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, ið hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir. Í ár bjóðar Norðurlenska bókmentavikan børnum og vaksnum til løtu við upplestri, har søguevnini eru dreymar og longsil. Seinasta tíðin hevur verið merkt av øktari fjarstøðu og stongdum landamørkum. Einki er, ið sameinir fólk um landamørk, sum dreymar og longsil. Tað, ið vit droyma um og leingjast eftir er so sera ymiskt, men kenslurnar eru tær somu. Bókmentirnar hava til allar tíðir hjálpt okkum at droyma okkum burtur, nakað ið kanska hevur havt serliga stóran týdning undir alheimsfarsóttini. Tess vegna bjóðar Norðurlendska bókmentavikan til samrøðu um júst dreymar og longsil. Mánadagin 15. november er dagurin, tá vit í Føroyum og nógv túsund onnur børn og ung um øll Norðurlond um sama tíma seta seg at lurta, tá lisið verður upp úr somu søguni. |
William Wenton er heimsins besti kodubrótari, hann veit tað bara ikki enn... Rithøvundur: Bobbie Peers Myndir: Nikolai Lockertsen (perma) Útgávuár: 2016 Upprunamál: norskt Evni: Síðutal: 215 Slag: heft ISBN: 978-99972-0-251-2 Vørunummar: 8088 kr. 88,00 William hevur, alt tað hann minnist, undrast á, hví familja hansara livir undir dulnevni, og hví abbin hvarv sporleyst fyri átta árum síðan. Tað er ikki, fyrr enn hann loysir Ógjørlig-koduna, heimsins truplastu kodu, at hann so við og við skilir, at hann er í stórum vanda. Og at tað hevur skund at finna abban. |
Ari, Jóni og Maria fara á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Tey skulu til gongustjørnuna Kepler 62e, sum er heili 1200 ljósár burtur. Vandarnir á ferðini eru nógvir-halastjørnur, loftssteinar og ormahol. |
STYRKI er fyrsta bókin í science-fiction røðini hjá Ceciliu Eken og er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika. Rithøvundur: Cecilie Eken Myndir: Útgávuár: 2021 Upprunamál: Danskt Evni: Sci-fi, spenningur, kærleiki Síðutal: 243 Slag: Innbundin ISBN: 978-99972-0-700-5 Vørunummar: 9323 kr. 192,00 Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði. |
Týðari: Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard Myndir: Linnea Vestre Útgávuár: 2021 Upprunamál: Norskt Evni: Djór, náttúra Síðutal: 85 Slag: Innbundin ISBN: 978-99972-0-699-2 Vørunummar: 9335 kr. 0,00 HVUSSU HØGT BER TAÐ TIL AT LEYPA? HVØR SLANGA HEVUR STERKASTA EITUR? HVØR HEVUR HEIMSMET AT PISSA? Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini. |
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini. Bøkurnar eru týddar til fleiri mál. |
Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Og tað eráðrenn hann endar uppi á pallinum í ongum øðrum enn einari ullintari sparkidrakt... EITT FRÁLÍKA STUTTLIGT INNLIT Í TAÐ AT PASSA TIL, AT BRÓTA BURTURÚR OG AT VERA TRÚGVUR MÓTI TÍNARI EGNU VANLIGHEIT. |
Ein dagin fyri fleir árum síðan hitti høvdundurin púra íovæntað eitt heilt serligt barn framman fyri ein handil, sum seldi ís, og hetta fekk hana at sanna, at rætta løtan at skriva bókina Undur nú endiliga var komin. Rithøvundur: R. J. Palacio Týðari: Ása H. Ellefsen Myndir: Ted Carpenter Útgávuár: 2021 (2017) Upprunamál: enskt Evni: Síðutal: 430 Slag: heft við klaffum ISBN: 978-99972-0-332-8 Vørunummar: 8294 kr. 0,00 Drongurin Auggie er føddur við einum andlitsfráviki, sum forðar honum í at ganga í vanligan skúla-tvs. til nú. Tí nú skal hann í fimta flokk á Beecher Prep. Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfeagar um, at hann er akkurát sum teir, uttan mun til hvussu ahnn sær út? |
Mira er ein teknirøð um at vera vinkonur, at verða forelskað og at hava eina flovisliga mammu. Og so snýr hon seg um ongan pápa at hava og at hava eitt sindur ov nógvar eykapápar. Rithøvundur: Sabine Lemire Týðari: Silja Aldudóttir Myndir: Rasmus Bregnhøi Útgávuár: 2021 Upprunamál: danskt Evni: vinir, forelskilsi Síðutal: 99 Slag: innbundin ISBN: 978-99972-0-645-9 Vørunummar: 9251 kr. 0,00 Tú kanst føla teg eitt sindur einsamalla, um besta vinkona tín ger ein kærleiksklubba saman við tí kulu, nýggju gentuni í flokkinum. Tí tú sleppur bara at vera í honum, um tú hevur verið forelskað, og tað hevur Mira ongantíð verið, sjálvt um hon veruliga hevur roynt. |
Ein forvitnislig urtagarðsbók til børn, har børn læra eina rúgvu um náttúruna og umhvørvið. Týðari: Beinta Johannessen Myndir: Aitch Útgávuár: 2021 Upprunamál: enskt Evni: plantur, vistfrøði, urtagarður Síðutal: 50 Slag: innbundin ISBN: 978-99972-0-652-7 Vørunummar: 9272 kr. 0,00 Í bókini eru nógv góð hugskot og verkætlanir, sum hjálpa barninum í gongd við at sáa, velta, læra og eygleiða. At gera ein urtagarð er stuttligt og lætt, og tað kanst tú gera, um tú býrt í húsi, íbúð, hevur ein stóran ella lítlan urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm. |
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð! Rithøvundur: Siri Kolu Týðari: Arnbjørn Ó. Dalsgarð Myndir: Tuuli Juusela Útgávuár: 2021 Upprunamál: finskt (svenskt) Evni: Síðutal: 209 Slag: heft ISBN: 978-99972-0-653-4 Vørunummar: 9294 kr. 0,00 Familjan hjá Vígdis vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum. Øll verða biðin um at koma úr bilinum, og so skjótt sum snarljósið hava skálkarnir tikið alt, tey eiga! Og ræna Vígdis! Sjálv fær hon akkurát tikið sína dagbók við sær… |
Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin–klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru… Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi! |
Rustaði heimurin I-Flýggjanin úr Danmark Týðari: Tórarinn á Rípuni Niclasen Myndir: Útgávuár: 2021 Upprunamál: Danskt Síðutal: 162 Slag: Heft ISBN: 978-99972-0-707-4 Vørunummar: 9362 kr. 0,00 TEY FÝRA SYSTKINI–Píl, Petur, Bowie og Ramona skulu ferðast hjá abbanum í Svøríki. Men á ferðini úr heiminum í Grønlandi detta tey niður í Danmark, sum er eitt ovurstórt ruskpláss við ruski og oyðiløgdum robottum. Børnini fáa brúk fyri øllum sínum uppfinnsemi og viljastyrki fyri at finna abba sín, tí tey hitta bæði vinir og fíggindar á vegnum. Tað verður eitt garvilt ævintýr. |
Ein sterk frásøga um harðskap í familjuni. Rithøvundur: Brynjulf Jung Tjønn Týðari: Turið Kjølbro Myndir: Kristian Hammerstad (perma) Útgávuár: 2020 Upprunamál: norskt Evni: harðskapur, familja Síðutal: 112 Slag: innbundin ISBN: 978-99972-0-579-7 Vørunummar: 9028 kr. 0,00 Pápi Odu koyrir súkkluna í bilhúsið, nú skal Oda ikki koyra meira á súkklu, tí hon dettur so illa og fær skaða. Hesa søguna fortelur Oda fyri øllum, sum spyrja. Men bæði hon og mamman vita, at sannleikin er ein heilt annar. At sannleikin er ein søga, sum Oda ikki fær fortalt nøkrum, ikki pápanum, ikki læraranum, ikki besta vininum Miladi, sjálvt um Milad hevur upplivað nógv verri ting, áðrenn hann kom at búgva í bygdina, har Oda býr. |
Her hittir tú bæði hønur og neyt og nakrar sniflar eisini. Men ikki revin, tí hann hevur Findus rætt langan veg burtur. Tú fert at kenna teg heima á garðinum, sleppur við at tjalda- og kanska at halda ein føðingardag ella tveir Rithøvundur: Sven Nordqvist Týðari: Niels Jákup Thomsen Myndir: Sven Nordqvist Útgávuár: 2021 Upprunamál: Svenskt Evni: Síðutal: 150 Slag: Innbundin ISBN: 978-99972-0-663-3 Vørunummar: 9273 kr. 198,40 Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi–og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum. |
HVUSSU HØGT BER TAÐ TIL AT LEYPA? HVØR SLANGA HEVUR STERKASTA EITUR? HVØR HEVUR HEIMSMET AT PISSA? Katharina Vestre hevur skrivað, og Linnea Vestre hevur myndprýtt. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt úr norskum. Bókin er innbundin og 85 bls. |
Dorit Hansen, ritstjóri 11. desember 2015 Teresita og aðrar smásøgur kom út í 1966. Læraraskúlanæmingar høvdu týtt søgur úr ymsum londum. Næmingafelag Føroya Læraraskúla gav út. Tað er nógv at velja í, tá eg skal skriva um eitt barnabókaminni. Eg kundi skrivað um pappkassarnar á ovastaloftinum hjá abba mínum. Abbi hevði nakrar bókakassar á loftinum, sum mammubeiggi mín átti. Kassarnir, sum hann hevði lagt eftir seg, tá hann 17 ára gamal fór í skúla í USA, vóru fullir av dreingja- og ungdómsbókum sum De Fem, Kim og Jan. Tað var fjálgt og ljóst á ovastaloftinum, og eg minnist kensluna at sita millum pappkassarnar og velja eina nýggja bók at lesa. Onkuntíð hevði eg lisið hálva bók, áðrenn eg kom niður av loftinum. Eg haldi, at eg var eini tólv ár, tá eg las allar tær bøkurnar. Kim loysti altíð gáturnar, De Fem megnaðu allar avbjóðingar, og Jan fekk greiðu á øllum dulsmálum. Eg kundi eisini skrivað um Søguna um tað blóðreyða súreplið. Um mannin í teinuta klædninginum, sum góðtrúgvin keypir eitt súrepli frá fruktseljaranum og veit ikki av, at súreplið er úr plasti. Føroyska týðingin hjá Paula Nielsen kom út í 1974, og eg rokni við, at foreldrini hava lisið hana fyri mær, tá eg var heilt lítil. Eg eigi framvegis bókina. Ryggurin er slitin av, men myndirnar og orðini sita framvegis líka væl, og eg havi lisið hana aftur og aftur fyri mínum egnu børnum. Søgan er ein hurlivasi av tilvildarligum hendingum, sum ganga upp í eina hægri eind, og blóðreyða súreplið í bakgarðinum hjá fruktsøluseljaranum endar við at liggja á júst sama stað, sum maðurin í teinuta klædninginum legði grøna plastsúreplið. Alt endar gott, alt hongur saman, og alt gevur meining. Men eg fari heldur at skriva um eina bók, sum fyri meg var tað øvuta av dreingjabókunum og blóðreyða súreplinum. Eg las nógv, tá eg var millum 11 og 14 ára gomul. Tá eg var liðug við loftið hjá abba og hillarnar hjá foreldrunum, fór eg á bókasavnið. Ein dagin lænti eg eina bók við fleiri stuttum søgum. Teresita og aðrar smásøgur var heitið á bókini, og eg las fyrstu stuttsøguna sama dag, sum eg lænti bókina. Eg minnist, hvussu sovikamarið hjá mær sá út, tá eg las, og út frá tí kann eg meta, at eg havi verið um 13 ára gomul. Læraraskúlanæmingar høvdu týtt søgurnar í savninum, men tað gav eg mær ikki far um tá. Fyrsta stuttsøgan eitur“ Bókin” eftir Narayan Sitaram Phadke (1894-1978). Søgan er um indisku gentuna Parvati, sum er hugtikin av bókstøvum. Hon uppdagar, at bókstavir kunnu setast saman til orð, og hon savnar allar lepar við bókstøvum, sum hon finnur. Hon er dóttir fátækan bónda, sum lovar hana burtur til ein líka fátækan ungan drong í bygdini. Tey giftast, men Parvati hevur lært at lesa og er altíð orðsvong. Maðurin arbeiðir á markini og er ikki serliga framtakshugaður, men hann fer væl við konu síni, og einferð hann skal í býin at keypa, spyr hann hana, hvat hon ynskir sær. Eina bók, sigur hon. Hann skilir ikki lesihugin, men fyri at gleða hana, keypir hann eina viðmælda bók. Eina bók við gomlum søgnum um gudar og menniskju. Og um sterkar kvinnur, sum velja sína egnu lagnu. So far so good. Og nú væntaði eg sjálvandi, at søgan fór at enda við einum uppbyggiligum enda. Hetjan fór at loysa støðuna og vinna á avbjóðingum. Alt fór at hanga saman. Parvati hevði uppdagað bókstavirnar, ein góðseigaradóttir hevði lært hana at lesa, maðurin keypti henni eina bók, og nú fór alt at enda væl og ganga upp í eina hægri eind. Tað, sum veruliga hendi í søguni, var, at bókin um sterku gudakvinnurnar læt eyguni upp á Parvati. Hon sær dovinskapin hjá manninum, hon sær vónloysi í gerandisdegnum, og hon sær unga mannin við brunnin, sum hon heldur vil hava. Og so verður hon svøk. Í náttarmyrkrinum brennir hon bókina, so bara eitt petti av permuni er eftir, og morgunin eftir sópar maðurin permuna burtur saman við øskuni. |
Ronja ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren kom út á føroyskum í 1984. Ilon Wikland myndprýddi. Elin Súsanna jacobsen týddi og forlagið Dropin gav út. Tá eg hugsi um Ronju Ránsmansdóttur, kemur ein mynd til mín av einum villkøtti av eini gentu. Við myrka hárinum í andarisi og ílatin skinnklæðir, er hon so fim og løtt á sær, at hon rennur skjótari enn nakar millum trøini í skóginum. Hon flýgur upp um niðurdotnar viðarbular og loypur upp á stórar klettar, haðani hon við sínum fría, avbjóðandi eygnabrái hyggur út yvir skógin, áðrenn hon stingur fingrarnar í munnin og floytar so hvølt og hart, at tað hoyrist heilt niðan á borgina hjá Birk, sum í stundini kemur rennandi. Sjálvandi ger hann tað, tí onki er so stuttligt sum at spæla við Ronju, sum dugir at finna uppá og ikki er bangin fyri nøkrum, heldur ikki rumpinissum, vættrum, trøllum og alskyns øðrum hulisligum verum, sum búgva í skóginum. Er tað nakar, sum ikki vil vera sum Ronja Ránsmansdóttir? Eg dugi illa at ímynda mær nakra kvinnu ella mann fyri tann skyld, sum ikki vil vera so frí og djørv sum Ronja. Eg havi helst verið eini 10 ár, tá eg las bókina um hendan villkøttin hjá Astrid Lindgren. Eg las eisini Brøðurnar Leyvuhjarta og Mio mín Mio, báðar spennandi og grípandi søgur, men at vera 10 ár og koma at kenna Ronju-tað var nakað, sum gjørdi inntrykk. Eg veit ikki, um mann kann vera feminist, tá mann er tíggju ár, men eg minnist enn sogið í búkinum, so eg næstan misti ondina, hvørja ferð Ronja gjørdi okkurt vilt og djarvt, sum var púra burturvið fyri gentur. Tað var júst tað, at hon var genta, sum gjørdi tað so gresiliga kul, tí um hon hevði verið ein drongur, høvdu vit ikki væntað nakað annað. Og eg tori at svørja uppá, at innan í mær skríggjaði alt:“ Yeeeeessssss! Go girl, go!!!” Jú, jú, so er-sum tíggju ára gomul gjørdi Ronja Ránsmansdóttir meg varuga við girl-power, og síðan tá hevur ongin vegur verið aftur til Barbie-dukkurnar. Nú royni eg, sum tit kanska longu hava gitað, at vera rættiliga nógv kulari, enn eg veruliga eri, tí eg minnist væl, at eg elskaði at spæla við bæði baby- og barbiedukkur, hóast mamma mín pástendur, at eg ikki tímdi at spæla við dukkur, men helst vildi ganga í reyvini á pápa mínum úti í verkstaðnum. Tað er í hvussu er satt, at sum 10 ára gomul fekk eg ein ordiligan Makita vinkulslípara í jólagávu frá pápa. Tað er eisini satt, at eg nokk heldur hevði viljað fingið eina dukku, hóast eg væl minnist, hvussu spentur pápi var hvørji einastu jól, tá eg skræddi pappírið av popnittutongum, hamarum og sagum. Fyri at koma aftur til bøkurnar, so er bara eitt at siga: Tá mann sum barn lesur nakað, sum er so stuttligt og so kveikjandi sum Ronja Ránsmansdóttir, so fær mann hug at lesa meira. Og tað kann bara vera gott, tí lívið er ov stutt til, at vit sjálvi kunnu náa at uppliva tað gigantiska spektrið av fløktum relatiónum, undurføgrum landsløgum, hugtakandi menniskjum og sterkum kenslum, sum bókmentirnar loyva okkum at fáa innlit í. Og summar av hesum bókum leggja varandi spor eftir seg, so sum Ronja. Sjálv eigi eg tvær døtur, og eg kann ikki hugsa mær eina betri fyrimynd fyri tær enn villkøttin hjá Astrid Lindgren, og tíbetur er tað framvegis ikki gingið upp fyri abba teirra, at tær kanska heldur ynskja sær dukkur og mótaklæðir, so tær fáa trúfast skrúvibløð og borimaskinur í jólagávu- og tað er ein herliga sunn mótmentan, eins og Ronja er tað. Tá Astrid Lingren skrivar um Pippi og Ronju, er tað geniala júst tað, at vit sleppa at lesa okkum inn í ein annan heim, har alt er møguligt. Og tá vit hava lisið seinastu síðu, fara vit sjálvi út í heimin og eru eitt pinkalítið sindur djarvari og trúgva eitt pinkalítið sindur meira uppá, at alt veruliga er møguligt-viss Ronja kann, so kann eg eisini! |
“ The Story of Ferdinand” er barnabók, ið Munro Leaf skrivaði í 1936. Bókin er prýdd við tekningum eftir Robert Lawson. Disney framleiddi kendan teknifilm í 1938, ið bygdi á søguna og myndirnar í bókini. Eins og mong onnur havi eg eisini upplivað barndómsgleðina, ið kemst av, at foreldur geva sær tíð til at lesa góða nátt søgur, áðrenn barnið leggur seg. Hesar løtur eru mær dýrabarar og standa sera sterkt í mínum barndómsminni. Áðrenn bókaklubburin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags varð settur á stovn í 1986, og eg gjørdist limur frá fyrsta degi, var eg fyrst limur í Anders Ands Bogklub. Har fekk eg við jøvnum millumbili barnabøkur, ið bygdu á teknifilmar hjá Disney, sendandi úr Danmark. Ein av hesum mongu bókum var Tyren Ferdinand, ið kom út á donskum í 1983. Bókin snýr seg um spanska kálvin Ferdinand, sum í mun til allar hinar javngomlu kálvarnar, ikki tímur at berjast, larma og vísa sína kropsliga styrki. Ferdinand vil heldur hava frið at sita undir sínum yndis træi, har hann kann lukta vøkru blómurnar, ið vaksa har. Mamma Ferdinand er bangin um, at hann ikki er heilt eins og hinir kálvarnir. Hesir skulu nýtast til tarvafikting. Av tí, at Ferdinand nú er størsti og sterkasti tarvurin á garðinum, verður hann valdur og sendur til Madrid at luttaka í tarvadysti. Men Ferdinand hevur ongan áhuga í at berjast við nakran. Sum 4-5 ára gamal visti eg sjálvandi ikki, hví eg var so drigin at bókini. Tað er tó munandi lættari at skilja hví í dag. Sum ein skapandi, samkyndur drongur var eg, eins og Ferdinand, ikki heilt sum hinir javnaldrarnir. Hinir dreingirnir høvdu onnur áhugamál enn eg. Teir vóru líkaglaðir við tí, sum eg metti vera spennadi og áhugavert at takast við. Teimum dámdi best at bróta og oyðileggja tað mesta, teir fingu hendurnar á. Eg vildi heldur skapa vakurleika við mínum hondum og mínum hugflogi. Mær dámdi tí best at tekna, mála, uppfinna, skriva, framføra, dansa, gera mótashow, spæla handil og sniðgeva, meðan hinir dreingirnir heldur vildu kríggjast, berjast og niðurbróta. Eins og Ferdinand kundi eg tí sum smádrongur lættliga hvørva inn í mín egna skapandi heim, har vakurleikan altíð ráddi, og alt fekk frið at vera fagurt. |
Hóast talið av bókum á føroyskum máli í mínum barndómi ikki stendur mát við rúgvismikla útboðið anno 2015, so lósu foreldrini fyri mær heima við hús, og í skúlanum dámdi mær so sera væl at hoyra søgur, og tá ið lærarin segði frá. Í drúgvu leitanini kom eg fram á tríggjar brotmyndir ella løtur. Beint norðanfyri barnaheimið hjá mær búði Hjørdis Jensen, ið eisini var lærari mín í føroyskum máli fyrstu skúlaárini. Hvør komin var við hugskotinum, minnist eg onki um, men drúgvu tilgongdina minnist eg væl. Eg skuldi skriva eina søgu til Barnablaðið. Ikki hissini uppgáva! Hjørdis var holl í ráðum og hjálpsom, og endin varð, at eg debuteraði við søgu um Mol (d) búgvarnar. At fáa Barnablaðið upp í hendurnar og síggja navn mítt undir søguni, ið eg hevði skrivað ella endurfortalt, var stórt. Ella tað má tað hava verið, tí eg minnist tað við miklari gleði enn í dag smá 40 ár seinni. Míni barnaeygu sóu ikki sjónvarp ella aðrar skíggjar, men oyruni lýddu av og á á søgur í Útvarpi Føroya. Tær ymisku røddirnar úr lurtinum, ymiska tónalagið og søgurnar, ið eg hoyrdi og hoyrdi fólk tosa um, hava uttan iva eisini verið kveikjarar. At sleppa út í hugans heim lurtandi eftir stórbærum søgum. Illa dámdi mær tó nakrar av teimum heldur syrgiligu søgunum, ið lisnar vórðu. Ørminnist, at eg tíðum slapp mær upp á loft og læt kamarshurðina aftur, tá ið syrgna kvinnurøddin borðreiddi við tí, ið ljóðaði, sum skuldi alt syndrast. Dreingir gráta ikki, og eg kendi klumpin í hálsinum hvørja ferð, og eg vildi ikki lurta. Minnist ikki, hvør las, ei heldur minnist eg, hvør bókin/søgan var, men kenslan er har enn onkustaðni í minninum. Møtti hesi somu kenslu í skúlanum, tá ið Ada á Reynatúgvu las fyri okkum søguna um Rannvá. Á den neyð og tregi. Søgan var góð og upplesturin hugvekjandi, men tað var so synd í Rannvá, so órættvíst. Eg vildi gráta, men kundi ikki loyva mær, kundi ikki geva mær loyvi. Næstu nógvu árini vórðu nógvar bøkur lisnar, ið stillisliga hálaðu tár úr eygnakrókinum. Tá ið eg fyri smáum 10 árum síðani byrjaði sum lærari í Sands Skúla og fór at undirvísa børnum í 1. til og við 5. flokki, kom eg fram á eina bók, sum tók meg nógv ár aftur í tíðina. Blaðaði gjøgnum bókina og kendi aftur góðu kensluna. Eitt slag av sigurskenslu, kanska enntá stoltleika. Bókin kallast Framíhjálestur 1-6. Í henni hoyra vit um børn ymsastaðni runt um í heiminum. Fyrsta søgan eitur Songo úr Afrika. Kendi myndirnar og tekstin væl aftur. Mintist væl, hvussu spennandi tað var at lesa um børn úti í risastóru verð. Minstist væl, hvussu deilig kenslan var sjálvur at lesa um hesi børn, sjálvur at ogna sær vitan, sjálvur at droyma seg burtur í annan heim, hóast mín heimur var tann besti og tryggasti. Lesingin var skínandi lykilin, ið læt stórar og spennandi hurðar á víðan vegg og til bar at fara innar at vitja. Eg havi leitað, men fann ikki avgerandi svarið. Fann brotmyndir. Helst er avgerandi spírin ein samanrenning av m. ø nevndu brotmyndum. Mol (d) búgvar, Songo úr Afrika, Sungli úr Kina, Hassan úr Arabia, Rannvá og nógv, nógv onnur við teimum tendraðu lítlan neista, ið gjørdist til logandi eld, ið lýsir áhaldandi og gevur hita. At leita er at lesa, at lesa er at leita! |
Føroya Lærarafelag gav út í 1955 og aftur í 1981 Søgan um Palo hevur sítt serliga pláss í mínum hugaheimi. Hon minnir meg um ein eydnuríkan barndóm, sól og grønan bø, børn, sum glað spæla í sólskininum, eina ferð út á bygd saman við pápa mínum og eitt fjálgt kamar í Saksun. Tað var, tá eg fekk Palo í Grønlandi í hondina, at eg“ knekkaði lesikoduna”, sum sagt verður. Umstøðurnar, tá eg las Palo í Grønlandi fyrstu ferð, vóru serligar og standa klárar í minninum. Tað var um várið ella fyrst á summarinum í 1955. Eg var fylt 6 ár í mars og skuldi, hóast eitt ár ov ung, í skúla í august. Øll børnini, sum eg spældi við, fóru í skúla, so eg fór at vera einsamøll eftir um dagarnar, tá hini børnini í grannalagnum vóru í skúla. Eg hevði sjálv lært meg bókstavirnar, tí eg vildi so fegin læra at lesa. Tá var tað soleiðis, at børn skuldu koppast móti pokum, áðrenn tey sluppu í skúla, og tá man var koppaður móti pokum, skuldi man ansa eftir, at man ikki gjørdist vátur, serliga um føturnar. Tí varð gjørt av, at eg skuldi fara við pápa mínum til Saksunar eina viku. Hann var ferðalærari eina tíð millum Saksun og Nesvík, og eg kundi so sita í skúlastovuni hjá honum, heit og turr, inntil vandin fyri fylgjusjúku orsakað av koppingini varð av. Vit børn, sum búðu í Perskonugøtu í Havn og har um leiðir, livdu sum fríir fuglar í bønum, haganum og í ánni oman fyri bøgarðarnar, og mangir vóru karmarnir, vit komu heim við, sum dagurin leið. Túrin norðureftir til Saksunar úr Havn minnist eg ikki nógv til. Men eg minnist, tá vit komu til Saksunar. Sólin skein, og alt var so grønt. Lærarin búði á Kvíggjarhamri, og Margretha, matmóðurin, tók ímóti okkum. Hon var so blíð. Eina song hevði hon eisini sett upp til mín í kamarinum hjá pápa. Børnini í Saksun vildu hava meg út at spæla, og eg læt mær ikki siga fleiri ferðir. Har spældu vit so í túninum á Kvíggjarhamri eina løtu, inntil tey funnu uppá, at vit skuldu fara at fanga glasállar í ánni. Frálíkt!!! Eg hevði fyrr fangað glasállar, í ánni Úti á Bakka í Sørvági, har fastir og pápabeiggi mín búði, og tað dámdi mær væl. Vit spældu restina av degnum í ánni og har um leiðir, og eg hugsaði lítið um ikki at gerast vát, og í tí góða sólskininum hevði eg latið meg úr troyggjuni. Tá kvøldið kom, fór eg inn, líka sum hini børnini, át nátturða við hinum og so í song í fjálga kamarinum undir vaðingini. Um morgunin var eitt verri skil. Eg hevði glett meg at fara í skúla við pápa, men tað slapp eg ikki, tí eg hevði fingið febur. Øll økslin, har kopparnir vóru, var reyð, og eyguni vóru blonk. Margretha metti, at eg skuldi liggja í songini. Men pápi lovaði mær, at eg skuldi fáa eina bók úr skúlastovuni at hyggja í, og tað fekk eg eisini. Bókin var ljósablá og á permuni var ein vøkur litað tekning av einum grønlendskum drongi. Inni í bókini vóru eisini tekningar. Palo í Grønlandi stóð á permuni. Fyrsta dagin hugdi eg mest eftir myndunum og svav, tí eg var rættuliga ússalig, men næsta dagin, tá pápi hevði borið mær morgundrekka upp á songina og var farin í skúla, fór eg at kanna, um eg kundi fáa nakað burtur úr søguni. Eg kendi nøkur av teimum stytstu orðunum. Pápi og mamma høvdu longu tá gjørt handritið til Mín lesibók (Ásu-bókina), og eg slapp onkuntíð at sita við borðið og tekna, tá tey arbeiddu við henni. Tey brúktu orðmyndir og staving, og bara við at lurta og hyggja, varð spírin lagdur til lesing. Eg stavaði meg so gjøgnum síðurnar, og hjálpt av tekningunum fekk eg skil á, hvat bókin snúði seg um. Pápi las eisini fyri mær úr bókini, tá hann var liðugur í skúlanum, og tá eg hugdi við, kundi eg fáa greiðu á orðum, sum vóru torfør. Palo í Grønlandi var spennandi. Søgan snúði seg um Palo ein seks ára gamlan drong, yngru systur hansara Naju og teirra gerandisdag. Um hundasledur og kópar. Einaferð viltist Palo, og hann gjørdist sjúkur, tí hann hevði ligið í kavanum og var blivin so kaldur. Tekningarnar vóru einklar og søgdu sjálvar so væl frá søguni, so sjálvt um ikki øll orðini vóru komin upp á pláss, tá eg var blivin frísk aftur, hevði eg lært at lesa har uppi undir vaðingini á Kvíggjarhamri. Seinni gav Bókadeild Føroya Lærarafelags fleiri føroyskar barna- og ungdómsbøkur, umsettar- og upprunabøkur, út, og kunnu vit føroyingar av sonnum takka føroyskum lærarum og teirra yrkisfelag fyri teirra ósjálvsøkna arbeiði í samband við at gera føroyskt lesitilfar til børn og ung. Um Bókadeild Føroya Lærarafelags ikki hevði verið sett á stovn og verið so virkin, er ikki vist, at støðan við lesitilfarið hevði verið so góð her hjá okkum. |
Eg haldi meg minnast, at eg las Kring jørðina í kavbáti eftir Jules Verne á fyrsta sinni í 1963, tá ið eg var 13-14 ára gamal. Hetta vóru júst tey árini, Sovjetsamveldið og USA kappaðust um valdið í rúmdini. Eg kann upplýsa, at eg helt við USA. Eg hevði eisini onkursvegna tá ognað mær handbókina Teknikkens hvornår skete det, sum var útkomin í 1960. Hvussu eg havi fingið fatur á henni, veit eg ikki, men lisin varð hon. Um sama mundið bar til í Sørvági at keypa bløðini Illustrerede Klassikere, sum vóru teknisøgur, ið endurgóvu tað, sum tá varð mett at vera bókmentaligir klassikarar. Bæði Kring jørðina í kavbáti og hin bókin eftir Jules Verne, sum eisini kom út á føroyskum í 1963, Hin loyndarfulla oyggin, vóru útgivnar sum Illustrerede Klassikere í 1956. So kanska er tað kortini har, eg fyrst havi lisið Kring jørðina í kavbáti. Eg veit eisini fyri vist, at eg var sera hugtikin av tíðindunum um amerikanska kjarnorkurikna kavbátin Nautilus, tann fyrsti av sínum slag, sum eisini var fyrsta farið, ið sigldi allan vegin tvørtur um Norðpólin undir ísinum í august 1958. Hann kundi vera undir kavi og fjala seg í mánaðir og so gera sniðálop á fíggindan. Eg veit ikki, um tað var av tilvild, at hesin kavbáturin varð kallaður Nautilus eins og kavbáturin, sum hevur høvuðsleiklutin í bókini Kring jørðina í kavbáti. So eg visti eitt sindur um tað tøkniliga, tá ið ein bókavørður á Dronning Alexandrines Hospital, har eg var innlagdur fyri bruna í blindtarminum, fekk meg at lesa Kring jørðina í kavbáti, hóast eg hevði hug at kasta bókina aftur á hana. Mær dámdi væl søgur, men helt ikki hesa bókina vera nakað fyri meg, men eg las hana kortini og dámdi hana væl. Eg haldi ikki, at eg gav mær so nógv far um tær meiri djúpu hugsanirnar, ið liggja aftanfyri ella undir hendingunum í hesi bókini. Eg las hana helst sum eina spennandi og dramatiska søgu, sum fór fram í havdýpinum í einum fremmandum heimi, ið var so nógv øðrvísi enn okkara gerandisheimur. Hetta var ein loyndarfullur, livandi, litríkur, men tigandi heimur, sum her lat seg upp, og har kundi eisini vera vandi á ferð. Kring jørðina í kavbáti var skaldsøga, sum líktist ferðafrásøgn, og kann væl sigast at vera eitt sindur í ætt við søgurnar um Odysseus, sum eg júst um hetta mundið hevði hoyrt í skúlanum. Tað gjørdi bara skaldsøguna meira sannførandi og veruleikakenda, at hon var skrivað í eyðkendum blaðmannastíli, har dentur verður lagdur á at nevna tøkniligar smálutir og at tíðar- og staðfesta hendingar og lýsa eygleiðingar, sum síðan eru karmurin um hugtakandi upplivingar og viðhvørt ógvisligar tilburðir. Og so tær drúgvu løturnar, tá ið lítið ella onki hendir, ella tá ið bíðað verður eftir næstu spennandi hending ella uppliving. Bókin setti av álvara ferð á hugflogið, men skal eg nevna tað besta við hesi bókini, so var tað, at hon var á føroyskum, tí nógv tað mesta, sum eg hevði lisið um hetta mundið, var á donskum, og onki ilt um tað, men at lesa heimsbókmentir á føroyskum var við til at sannføra meg um, at vit eisini kundu vera við, har tað hendi. Og tað hevði nógv at týða fyri meg tá. Kring jørðina í kavbáti kom út á fronskum í 1870. Talan var um eina science fiction skaldsøgu, ið snýr seg um ein tøkniliga sera framkomnan kavbát, sum verður rikin við teirri tá nýtímans elorkuni, elektrisiteti, sum tað verður rópt í føroysku týðingini. Men søgan snýr seg eins nógv um Nemo kapteyn, sum hevur bygt og eigur kavbátin. Nemo hevur ongan hug at greiða teimum á landjørðini frá síni vitan og upplivingum, tí hann ber hatur til menniskjuni. Hví so er, fáa vit ikki heilt greitt at vita, men hann hevur ivaleyst verið fyri onkrum ræðuhendingum, sum ikki fara frá honum aftur. Hann hevur sett sær fyri at revsa menniskjuni, sum ikki hava ans fyri tí vakra og hugtakandi, og sum ikki skilja veruligu møguleikarnar, sum nýggja tøknin hevur at bjóða. Nemo er vónbrotin antihetja, og hann hevnir seg við at gera seg inn á skipaferðsluna við kavbátinum hjá sær, og skjótt fara søgur at ganga um ein risahval ella eitt ódýr, sum er farið at gera um seg. Fólk, sum eru óvon við kavbátar, eru uppøst, og hóast onkur mælir til, at málið eigur at verða kannað vísindaliga, heldur amerikanska ríkisstjórnin, sum veit, at gerðir muna betur enn orð, at ongin grund er at drála, men heldur beinanvegin at seta okkurt í verk. Stjórnin ger út skip, sum skal leita eftir ódýrinum og gera av við tað. Fraklendingurin Aronnax, havfrøðingur og professari, sum hevur skrivað stórt bókaverk um‘ Loyndardómarnar í teimum stóru havdýpunum’, og tænari hansara Conseil eru júst um hetta mundið komnir aftur til New York av rannsóknarferð í Nebraska, og heitt verður á teir um at verða við í leitingini. Við á ferðini er eisini hin meira rokuti Ned Land, sum er royndur hvalaveiðimaður. Kavbáturin hjá Nemo, ella ónda beistið, sum tey rópa hann, loypir á skipið, tá tað leitar úti á víðum havi, og tað fer til botns, og hesir tríggir verða sum teir einastu bjargaðir umborð í kavbátin, har teir eru fangar, men kortini hava tað frítt at fara umborð. Tað er Aronnax, sum greiðir frá sermerktu ferðini kring jørðina í kavbáti. Professarin er hugtikin av kavbátinum, men eisini av Nemo kapteyni, at hann hevur bygt hetta tøkniliga sera framkomna farið, sum Nautilus er. Umborð á Nautilus er eisini hugnaligt, teir eta fínt og hava borðsið, og í salongini eru djúpar sofur, vísindatól, listaverk og stórt bókasavn, og so urgan, sum Nemo spælir á, tá tunglyndið kemur á hann. Hetta er eyðkent gamalt gotiskt umhvørvi. Men Aronnax heldur ikki nógv um tað, sum Nemo stendur fyri. Nemo sigur seg hava rivið seg leysan úr samfelag menniskjans, frá teimum, sum breggja sær av at vera mentað, og hann ætlar sær ikki at rætta seg eftir samfelagsins lógum. Aronnax heldur hinvegin, at vit eiga at hava samkenslu við menniskjunum, og tað harmar hann, at hetta tøkniliga undurverkið, sum kavbáturin er, skal verða brúkt til hevndaratsóknir, tá ið tað kundi verð brúkt til so nógv annað skilabetri. Men Aronnax fær høvi til at gera áhugaverdar rannsóknir, og ferðin er hendingarík. Saman eru teir veiðiferðir á havbotninum, teir sita fastir í ísinum, og einaferð eru teir í bardaga við ein ovurstóran høgguslokk, sum er ímyndin av sjálvum tí ónda og vandamikla. Høgguslokkurin hevur eisini av greinarum verið sagdur at vera ein tilsiping til ídnaðarkollveltingina, sum fekk alt fast og trygt at detta sundur. Sum siður er í bókum av hesum slagnum, so er manningin við Nautilus eisini úti fyri at verða jagstrað av sansaleysum villmonnum, og teir tríggir fangarnir eru eisini við í sorgarleikinum, tá ið Nemo kapteynur við kavbátinum eirindaleyst smildrar eitt herskip, sum fer til botns við mann og mús. Nautilus gongur burtur í einum øgiligum meldurstreymi við norsku strondina, beint tá ferðin er um at enda, men tað eydnast teimum trimum, Aronnax, Conseil og Ned Land, at koma sær upp á land. Hvat verður av Nautilus og Nemo kapteyni vita vit ikki, men kanska livir hann framvegis í havdýpinum, og skulu vit trúgva Jules Verne, so kom Nemo kapteynur frá hendingunum við norsku strondina við lívinum. Vit hitta hann í hvussu er aftur í áður nevndu bókini Hin loyndarfulla oyggin, sum upprunaliga kom út í 1874. Arronax, sum ikki veit, hvussu alt endar, vónar tó, at Nemo umsíðir hevur fingið hevnd, og at hjarta hansara ikki longur má bera hatur. Okkurt kundi bent á hetta, tí tað seinasta, Aronnax hoyrir Nema teska, áðrenn teir skiljast, er:“ Almáttugi Gud! Nóg mikið! Nóg mikið!” Eg havi hug at nevna eitt, sum var við til at seta sín dám á lesiupplivingina, og tað var hetta serliga kurteisliga, sum var yvir at kalla øllum í hesi bókini. Sjálvt hin rokuti Ned Land bardist við sítt bráða lyndi, men royndi at bera seg kurteisliga at. Aronnax professari er hetta, sum bretar rópa‘ an educated man’. Hann loypir ikki á leistum eftir tí fyrsta og besta og er so lærdur, at hann hevur ein tænara at taka sær av øllum tí praktiska, ein tænari, sum er markleyst trúgvur sínum harra. Hetta serliga spælið millum harra og tænara er ein partur av tí, sum setir lærdóm í sítt rætta høpi, ja, gevur honum ein dám av láturligari hugmóð. Hjá Aronnax professara stendur vísindin og tøknin fyri tí vóngevandi og framburði, meðan Nemo strembar eftir einum øðrum rationaliteti, sum byggir á etiska sannføring, sum skal umskapa menniskjuna og samfelagið. Hansara mál er ein utopi, sum vegna mótstøðu má grundast á yvirgang. Aronnax er pragmatikari, meðan Nemo er og verður ein vandamikil sveimari. Tað skilst tó á øllum brøgdum, at Nemo, hóast hann tykist svinnur, so byltast í honum sterkar kenslur. Hann vísir djúpa samkenslu, tá onkrir av manningini lata lív, og hann ber nívandi sorg um at hava mist konu ella eina unnustu og helst eisini børn. Hetta er tó einasta ábendingin um nakað, sum bara ber brá av kvinnuligum í hesi bókini. Eitt annað, sum tað kann vera stuttligt at nevna her, er eitt eyðkenni við hesum bókaslagnum, tey rópa vísindaskaldskap ella science fiction. Eg hugsi her um hetta løgna samanspælið millum ein leiðara, í hesum føri Nemo, harran á høvunum, og so manning hansara, sum eru sum steinrunnar typur, ið bara eru til fyri at gera eftir boðum. Onkursvegna hugtekur tað børnini, at ein leiðari hevur slík hjálparfólk, tí tað ger leiðaran almáttugan og gevur honum eftir øllum at døma eina serliga tign. Hesin stereotypi háttur at byggja upp eina søgu er framvegis í brúki í undirhaldsbókmentum og telduspølum í dag, so kanska er ikki so nógv broytt hesi árini. Um børn og ung í dag høvdu tímað at lisið Kring jørðina í kavbáti, ja, tað var kanska eina roynd vert. Tað eru tó nøkur, sum dáma at lesa bøkur, sum umrøða eina farna tíð, og tað koma framvegis út bøkur, sum líkjast bókunum hjá Jules Verne. Tann, ið leingist eftir farnari tíð, eigur at unna sær at síggja Disney-filmin 20,000 Leagues Under the Sea frá 1954, sum er bókin hjá Jules Verne lagað til film. Og tað kann saktans vera bæði stuttligt og læruríkt at uppliva eitt verk í ymsum útgávum og sniðum og í ymsum miðlum. |
Fyrsta bókin um fílin Babar eftir franska høvundan Jean de Brunhoff, Histoire de Babar, kom út á fronskum í 1931. Bókin Le Roi Babar kom út í 1933. Minnist hvussu tað var, tá stavirnir fóru at gera orð, og orðini fóru at liva og krøkja seg at øðrum orðum, til tey ikki longur vóru bara orð, men tankar og myndir og søgur. Hvør bókin var, ella hvat hon var um, minnist eg ikki. Kanska var tað Per-bókin: Per átti ein hund, sum vit ikki máttu kalla Doyð, tí Per segði, at vit máttu ikki pína…, og tað var at banna. Tá í tíðini vóru ikki so nógvar bøkur ella bløð hjá børnum at lesa, men ein var heilt sjáldsom, og tað var ein, ella í grundini tvær, sum mamma okkara kom við. Mamma segði, at tær vóru á fronskum, og so setti hon seg á songina og las fyrst tey løgnu orðini og segði so, hvat tey vóru um. Tað var ótrúligt, at hon kundi duga tað. Føroyskt og danskt, tað var so líkatil við tí, og onkra enska bók áttu vit eisini í bókahillini. Men franskt:) Viðhvørt, tá tað regnaði, lótu vit hesar bøkurnar upp og royndu at siga orðini og spældu, at nú skiltu vit eisini franskt. Bøkurnar itu Histoire de Babar og Le Roi Babar og vóru um tann unga fílin Babar, sum er flýggjaður úr frumskóginum, tí mamma hansara varð skotin. Babar tekur av. Og nú verður skógurin ruddaður, og ein stórur býur við beinum gøtum og vøkrum húsum og viðarlundum og øllum verður bygdur. Babar hevur ein gamlan, klókan fíl at hjálpa sær. Tey fáa fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir, og í tí stóra barnakamarinum spæla tey í einari reiggju, sum er bundin føst í fílatennirnar á Corneliusi, meðan tey bæði Babar og Celeste hyggja at og gleðast um, at alt er blivið akkurát so gott og trygt, sum tey høvdu ætlað tað at vera. Seinni eri eg onkuntíð komin fram aftur á hesar bøkur og havi hildið minni um tær enn tá. Eru hesir fílarnir ikki bara ein mynd av teimum litaðu ella tilafturskomnu fólkasløgunum, sum eiga at læra av teimum framkomnu hvítu, sum vilja teimum væl og menna tey til at duga tað sama sum tey sjálvi:) Er hetta ikki ein heldur óhjálpin hjálandasøga, tann gamla fitta konan og alt tað:) Kanska. Vit fóru sjálv út í tilafturskomnu verðina og hildu okkum síggja, at tað vóru ikki siðir og sinnalag, men heldur fátækradømið, sum gjørdi munin. Men hann var eisini fílurin, sum skipaði fyri at gera ein vakran og liviligan bý mitt í frumskóginum og ímóti øllum líkindum. Hetta og mangt annað høvdu hesar klønu bøkur sett inn í høvdið. Og tað enntá á einum máli, sum vit einki vistu um, fyrr enn vit hoyrdu tað lisið og týtt til okkara egna heimamál. |
Gunvá við Keldu, grafikari og fyrrverandi borgarstjóri 6. oktober 2013 Poul E. Petersen: Mín fyrsta lesibók, kom út í 1967 og var ætlað í byrjanarundirvísing í føroyskum Alt eg kann minnast, havi eg havt hug at lesa. Nú eg, í sambandi við hesa áheitan, havi havt stundir at hugsa aftur á lívið, havi eg eisini hug at spyrja, hvussu alt byrjaði. Eg minnist nógvar góðar bøkur. Rannvá, sum tað var so synd í, og sum varpaði ljós á rættvísiskensluna. Marjun og tey, sum var so spennandi. Hin loyndarfulla oyggin, sum var eitt sindur óhugnalig. Det lille hus på Prærien, sum var ein heilt annar heimur. Emil úr Lønnibergi, sum dugdi so væl at finna uppá. Pippi Smokkuleggur (sum tá æt Langstrømpe), sum megnaði alt. Allar hesar bøkur, umframt allar bíbliusøgurnar vit hoyrdu, var alt bøkur, sum vórðu lisnar fyri systkjum mínum og mær, sum smágenta, og sum eg síðani byrjaði at lesa sjálv. Hóast her eru nógvar áhugaverdar bøkur, so er bókin, eg ynski at taka fram her, ikki ein av hesum. Tá ið eg fylti trý ár í 1969, fekk eg sendandi eina bók frá langommu míni á Toftum, Sannu í Túni (Hansen). Tað var bókin Mín fyrsta lesibók eftir Poul E. Petersen, sum kom út í 1967, eitt ár eftir eg var fødd. Bókin er myndprýdd við tekningum hjá Ingálvi av Reyni og Hera Smith. Aftast eru eisini vakrar yrkingar til børn eftir Hans Andrias Djurhuus og Jákup Dahl, sum vit so mangan sungu. At sita aftur við bókini, nú so nógv ár eru liðin, og bókin er so nógv slitin, bløðini leys og ymiskt skrivað í hana, koma minnini. Elsa, sum sigur søgurnar um systrina Ásu, sum sá á, við spyrjandi setninginum, sá Ása á. Ígjøgnum bókina hitta vit bæði familju og vinir hjá Ásu, Óla og Elsu, eisini hvat tey takast við, bæði í skúla og í frítíðini. Eg hevði lisið bókina ígjøgnum, áðrenn eg byrjaði í 1. flokki í 1973. At sleppa at lesa sjálv, tað var ein nýggjur heimur, ið læt seg upp. Í byrjanini minnist eg eisini, at alt skuldi stavast, tá ið vit gingu ella koyrdu úti í býnum og framvið skeltum og øðrum, so stavaði eg meg ígjøgnum. Tað hugsi eg, at nógv børn kenna seg aftur í. Bókin er so fjøltáttað, har eru søgur, gátur, skjaldur, sangir, vers upp á rím. Har er grundarlagið fyri nógvum, sum vit fingu brúk fyri seinni í lívinum. Eg minnist enn kensluna, tá ið eg las søguna“ Tá ið tarvurin kom eftir mammu”. Tað var, tá ið Ása var lítil, og mamman fór út at koyra við henni í barnavogni, og ein illur tarvur kom eftir teimum. Sum lítil genta hevði henda søgan stórt árin á meg, og helt eg hana vera óhugnaliga. Eisini minnist eg søguna“ Tá ið Mikkan fór í skúla”, Mikkan, sum var heimalamb, fór ein dagin í skúla við Ásu og Óla. Eg helt hesa søguna vera ordiliga stuttliga, tí meðan tey sungu inni í skúlastovuni, sang Mikkan við uttanfyri, mæ-mæ. Eg helt eisini, at tað var synd í Elsu, at hon bert dugdi at skriva upp í 25, tá ið lærarin væntaði, at hon átti at dugað at skriva upp í 100. Soleiðis kundi eg hildið áfram at minst fittu søgurnar í bókini. Enn minnist eg kensluna av, at heimurin var so stórur. Vit hoyrdu um at systkini skuldu heilt til Suðuroyar at vitja mostur sína Lisu. Tey fóru við Smyrli, og tað kendist øgiliga langt vekk. Eisini oyggin Koltur varð nevnd, og var hon púra fremmand fyri mær. Tað var langt burtur frá Klaksvík og Norðoyggjum, ið eg vanliga sá og upplivdi. Okkara vakra mál hevur uppiborið, at vit gera alt fyri at børn, so tíðliga sum gjørligt, við sínum opna sinni, taka tað til sín. Tað er stórur munur á, at vit í dag hava meiri av lesnaði til børn og ung á okkara egna máli, enn tá ið eg var smágenta, men vansin í dag er kanska, at vit taka okkum ov lítla tíð til at lesa við teimum smáu. Eg eri vís í, at megnar eitt barn at lesa tað føroyska málið heilt tíðliga, so verður bæði hugurin til at lesa og eisini lívsgóðskan betri. Hetta er so sanniliga heldur ikki líkamikið fyri okkum sum land. Fyri eitthvørt barn er tað umráðandi at duga at lesa, bæði tá ið eg vaks upp, eins og í dag, og serliga eisini at kenna gleðina við at lesa. At gleða meg at koma heim úr arbeiði til eina bók, sum eg eri í ferð við at lesa, tað er ein góð kensla. |
Hanus Kamban, rithøvundur 14. desember 2015 Svalbards Robinson kom út í 1951, í føroyskari týðing eftir Per Mohr. Janus Kamban, mammubeiggi, teknaði myndina á permuni. Eg giti, at hann hevur sent okkum bókina suður til Skúvoyar sama árið, og helst hevur mamma fortalt okkum søguna tá. Eitt er vist, bókin fann straks vegin inn í mítt barnasinni. Í mai 1743 siglir veiðibáturin Niva úr býnum Mezen við Hvítahavið við kós móti Svalbard. Tá ið skipið stíva viku seinni fær landkenning, verður tað byrgt inni av ísi. Semja er um at fara av skipinum, og fýra av manningini fara undan eftir ísinum at finna eina smáttu, sum veiðimenn úr Mezen hava bygt har. Teir finna húsið og liggja nátt har, men morgunin eftir sæst onki skip. Tað er farið í sor og hinir druknaðir. Teir fýra mugu nú lívbjarga sær sum frægast í smáttuni. Teir eru stýrimaðurin Alexis, matrósarnir Steffen og Feodor og so Ivan, sum bara er 17 ár. Alexis og Steffen eru harðførir, men innast inni hjartagóðir menn, men Feodor er grenjutur, grundarringur, pátrúgvin og latur. Við sær í land hava teir eitt sindur av kjøti og mjøli, eina byrsu, eitt krúthorn, eitt eldføri, eina øks og ein ketil. Við hesum mugu teir royna at hóra undan. Teir tetta smáttuna. Teir leita eftir rekaviði til brenni og smíð. Ivan ger eina smiðju, og teir gera sær spjót og ørvar. Teir koma eftir at veiða reindjór, seta revsfellur upp, veiða kóp og ísbjarnir, ræna egg og sláa havhest. Teir evna nálir til og gera tráð burtur úr álum av reinsskinnii. Teir evna klæðir til úr djóraskinni. Teirra fíggindi norði í kuldanum, har frukt ikki fæst, er skyrbjóg. Men Alexis veit hyggjuráðini. Tey eru arbeiði og rørsla, lítil svøvnur og heitt djórablóð. Umframt tað ræður um at eta“ eina lítla urt við tjúkkum bløðum og smáum, hvítum blómum”. Hetta er kokleareurtin, sum eisini veksur í Føroyum, og sum vit rópa eirisgras, t. e. urtin hjá Eir, læknadísini. Um at drekka djórablóð verður sagt, at Ivan himpraðist við, tá ið varrarnar nærkaðu seg til sárið, men beinan vegin sum hann kendi blóðið renna niður gjøgnum vælindið, kom ein hiti í kroppin á honum. Blóðið hevði ein søtan, góðan smakk og hann helt á at slupra tað í seg. Í Svalbards Robinson er ongin kvinna. Men tað kvinnuliga er har, mannliga bronglað til feigd. Tann pátrúni Feodor ávarar Ivan um at vara seg fyri Svalbardshundinum og Skyrbjógssystrunum, ræðuligum yvirnatúrligum skepnum, sum hótta veiðimannin. Systrarnar eru tær 12 døtur Heródes kongs, ein teirra ljót, hinar undurvakrar. Yvir hesi pátrúgv er okkurt, sum fær ein at hugsa um Lorelei ella Sirenurnar. Teir skipbrotnu sleppa ikki av oynni fyrr enn seks ár seinni, og hetta er nóg long tíð til, at bókin verður eitt slag av menningarsøgu. Ivan veksur til og verður gløggur og snarráðin veiðimaður. Tann lúrni Feodor er um at láta lív av skyrbjóg, men Alexis tyktar á hann, so hann at enda verður eitt skilafólk. Men hann fær eitt sár, legst sjúkur og doyr í smáttuni, meðan bara Ivan er hjá. Frásøgnin um hetta er stutt, men ræðslan, sum rein við Ivan, tá ið hann helt, at Skyrbjógssystirin kom at taka Feodor, rein so við mítt moyra sinni, at eg gloymdi hetta ongantíð. Jakob R. Sverdrup skrivaði bókina við støði í frásøgn eftir russaran Le Roy. Oyggin eitur Edge og er 5030 ferkilometrar. Bókin er skrivað á einføldum máli, við fáum poetiskum sloyfum, men við nøkrum ógvisligum tilburðum og við tilfari um fugl og fenað. Roysningsdrápið til seinast er ikki stuttligur lesnaður. Men okkurt er við hesi bók, sum tekur um hjartað. Alexis, Steffen, Feodor og Ivan–Robinsons røsku skyldmenn, sum glímast við frost, myrkur, mattrot og veðursjúku–fóru ongantíð úr aftur huganum. Nú eg las bókina aftur, vóru brot í henni, sum eina ferð enn fingu eygað at døgga. |
Hetta er fyrsta bók eftir føroyskan kvinnuligan rithøvund. Bókin er skrivað í fjørutiárunum. Minnist so sera væl, tá eg byrjaði at læra at lesa sum 6 ára gamal. Mamma las nógvar bøkur fyri mær og systrum mínum, og soleiðis fingu vit innlit í, hvørjar ótrúligar søgur og nýggir heimar fjaldu seg í bókunum. Nógvar bøkur og bløð vóru í heiminum hjá okkum og ikki minst hjá abba og ommu. Hetta var ein so øgiliga dragandi, men enn afturlatin verð. So eg hugdi hvønn dag í bøkur, bløð og teknirøðir, hóast eg enn ikki skilti stavirnar. Í staðin ímyndaði eg mær, hvat alt snúði seg um. Foreldrini og stórasystirin høvdu roynt at lært meg stavirnar–og so knappliga! Eg byrjaði at skilja orðini og setningarnar. Fyrst í myndabókum og teknirøðum. Bókin við rímuni um Mariu-Mariu-Marollu við myndunum hjá Elinborg Lützen var tann fyrsta, eg lærdi meg at lesa á føroyskum. Meðan teknirøðirnar um Tintin og Dunnald Dunnu vóru tær fyrstu á donskum. Sum eg lærdi meg at lesa, var eg í fyrstani onkuntíð vónbrotin av, at tann søgan, sum eg hevði ímyndað mær út frá myndunum, var heilt øðrvísi enn tann, sum var skrivað í tekstinum. Men skjótt kendist tað, sum hundraðtals hurðar lótu seg upp inn í fagrar nýggjar heimar, kenslur og hugsanir–og alt var øðrvísi. Sum 10 ára gamal las eg mína fyrstu veruligu skaldsøgu á føroyskum. Tað var bókin um Rannvá eftir Dagmar Joensen-Næs. Og eg var krøktur beinanvegin. Skundaði mær heim aftaná skúlatíð at lesa og sníkti meg at lesa við lummalykt undir dýnuni, tá eg var farin í song. Hetta var fyri mær ein ótrúlig søga, sum eg kundi kenna meg aftur í. Bæði tí hon fór fram í Føroyum og á einum stað, sum eg hevði verið. Og tí søgan talaði til allar mínar kenslur. Um ta góðu og óskyldugu gentuna úti í Skúvoy, sum verður neyðtikin og gerst við barn. Sum verður koyrd úr bygdini og má liva úti í ongamannalandi norðuri í Fagradali og lívbjarga sær har. Sum verður so órættvíst viðfarin, men fær eisini hjálp frá onkrum góðum. Her las eg um heimsins óndskap og órættvísi, men eisini um vón og vilja. Um forelskilsi–og um tað, sum var forboðið og illavorðið. Um at liva av náttúruni og um einsemi. Her hugsaði eg eisini fyrstu ferð um søgu og samfelagsviðurskifti og um, hvussu tað var“ fyrr í tíðini” í Føroyum. Og eg bæði græt, vónaði og varð spentur fyri hvørja síðu, ið fór afturum. Longu tá minnist eg eisini hesa kensluna av at royna at skunda sær at lesa fyri at fáa endan á søguni–men at eg so kortini varð harmur, tá søgan var liðug, tí eg vildi hava meira. Og tað fekk meg so bara at blaka meg út yvir aðrar søgur og bøkur. At lesa varð nakað nógv størri, eftir at eg hevði lisið bókina um Rannvá. Og eg sá alt møguligt í nýggjum ljósi. Ikki minst mítt egna land og Skúvoynna. Í sætta flokki fór flokkur okkara í Hoyvíkar Skúla á seturskúla í Skúvoy, og áðrenn høvdu vit avrátt, at øll skuldu royna at lesa Rannvá. Vit gingu sjálvandi fleiri ferðir norður í Fagradal, og hvørt pláss, hvør steinur og hvør túgva fekk serligt lív, tí at søgan um Rannvá varð vorðin partur av okkara hugaheimi og kenslum. |
Ingrið Sondum, fyrrverandi leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags 4. september 2012 Heidi eftir Johanna Spyri H. Hagerup København 1943, 8 oplag Vit skulu hugsa okkum aftur í eina tíð, har lítið og einki var til av bókum og tá serliga barnabókum. Tíðin var uml. 1940–1950 við einum heilum verðaldarbardaga í. Tó undrist eg yvir mítt lítla og tó stóra bókasavn, sum eg, hóast nógvar flytingar, havi fingið tá og eigi enn. Bøkurnar tóku meg við, og eg las tær, ja, næstan búði inni í teimum. Óneyðugt skuldi verið at sagt, tær vóru allar á donskum máli, sum væl læt seg lesa, tá ið hugsað verður um innihaldið. Bøkurnar vóru hesar: 1. Louis Moe: Rim og Remser, 2. Elmar Drastrup: Lille Nanok, 3. Jesper Ewald: Graapeter, 4. Susanne Lassen: Den uartige Caroline (14 bls. á rími),-5. Heidi í tveimum bindum (275 bls. tils.) Tað kenst løgið at hitta persónarnar aftur, tíbetur er so frægt av barni inni í einum enn, at tað ber til at gleða seg yvir tær góðu løturnar, tær góvu tær. Tær kundu av og á vera í so ógvusligar, sum tá ið mamma Nanok varð skotin, og hesin lítli hvítabjarnarungin bleiv móðurloysingur í øllum kuldanum í Grønlandi. Ella tá ið lítli kettlingurin Graapeter varð tveittur út í stóra, myrka skógin, tí fólkini vildu ikki taka sær av honum longur. Tá mátti andast djúpt at fáa trýstið fyri bringuni burtur. Men hesar stravnu løturnar hoyra við til at gera eina bók spennandi. Lesarin vil hóast alt ikki verið tær fyriuttan. Og innast inni veit lesarin væl, at eingin í eini barnabók verður sleptur upp á fjall. Heidi, sum sveisiska Johanna Spyri skrivaði í fýra vikur, kom út á fyrsta sinni í 1881 og er síðan komin út í ótaldum útgávum og málum. Í Wikipedia stendur, at Heidi er mest umsetta bók, tá Bíblian og Koranin ikki eru taldar við. Fýra føroyskar útgávur eru komnar, onnur sum ein av glæstribókunum í 1958, tvær tekstbøkur í 1988 og 1990 og ein myndabók í 2009. Ein pakki kom úr Keypmannahavn, og á pakkanum stóð mítt navn, kanska fyrstu ferð eg sá mítt navn og adressu í senn. Tordi næstan ikki at pakka upp, -jú, forvitnið vann. Í vóru tvær bøkur við permumynd av vakrari gentu á mínum aldri sitandi í grasinum við geitarlambi og um hana aðrar geitir. Nær við stóð ein lítil, vøkur smátta. Leingi hugdi eg bara at myndini. Á henni stóð Johanna Spyri, og við stórum stavum HEIDI. Bøkurnar vóru fyrsta samband, eg fekk úr Keypmannahavn frá pápabeiggja mínum og konuni, og føldist hetta sum stór hending og ein verulig gáva. Nú var eg í teirri hepnu støðu at liggja við meslingum og fekk tí frið at lesa. Tá í tíðini var ikki góður siður, at gentur og konur lósu ov nógv, tær skuldu gera húsligt arbeiði. Men friðurin, eg fekk, kom mær væl við. Eg las og las, var alla tíðina triði persónur, eygleiðarin í søguni um Heidi, fjallaabban, Pætur, ommuna, Klaru, frøkun Rottemeier og øll hini. Stutt fyri hevði eg mist mín kæra abba, so fjallaabban knýtti eg at mær, eins og Heidi knýtti seg til hansara. Eg kann ikki í dag siga, at mín alskur til hagan og náttúruna er sprottin úr bókini um Heidi, men at eg havi fingið við náttúruupplivingarnar, Johanna Spyri skrivar um, er eyðsýnt. Heidi var send til Frankfurt og mundi gingið til har. Frísk var hon, so skjótt hon aftur var í Guðs fríu náttúru. So best dámdi mær at lesa um, tá ið Heidi var saman við abbanum og Geitapæturi úti í haganum. Hetta sæst týðiliga í bókini, tí har eru fingramerki míni sjónsk enn, meðan síðurnar, har tey vaksnu práta og liva, ikki eru so illa viðfarnar. Eg var saman við góðum fólki, meðan eg las, men best av øllum var, at tað bara var eg og bókin. |
Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari á Norðoya Fornminnissavni 6. september 2013 Store Grisen eftir Harald Bergstedt kom út í 1941, og Sørøvere i Grønland eftir Kirsten Bang kom út í 1963 Fyrsta bók, eg minnist, var ein bók, pápi plagdi at lesa fyri okkum systkjunum, tá ið vit vóru lítil, systir mín og eg. Tað var bókin Store-Grisen eftir Harald Bergstedt við tekningum eftir Anton Hansen. Bókin er útgivin í Danmark í 1941, so hon má verða komin í heimið hjá okkum eftir kríggið. Søgan er um ein grís og ein fátækan mann, ið skifta ham sínámillum, tí báðir halda, at tað er betri at liva, sum hin livir. Grísurin verður so líðandi meira og meira múgvandi og fær størri vald og kemur heilt upp á ovastu rók í samfelagnum, men heldur ikki tey lyfti, ið hann hevði lovað fátæka manninum. Og tað endar, sum tað skal í ævintýrum, at grísurin verður aftur til grís við sínum grísalívi, meðan maðurin sleppur aftur til sína familju og sítt vanliga lív. Áðrenn eg fór í skúla, dugdi eg at lesa, men tað eg las, eftir at eg var farin í skúla, var mest tað, vit høvdu í skúlanum, tí avmarkað var, hvat var á føroyskum tá. Men tá ið barnablaðið kom út seinast í 50-árunum, var tað sum ein rættiligur lesiheimur, ið opnaðist fyri okkum børn. Tey bløðini vórðu lisin á tamb, og serliga varð fylgt við, hvussu gekst hjá Baldriani, og hvat varð skrivað av børnunum runt í landinum. Nú fingu vit eisini okkurt at lesa á føroyskum, sum kundi javnsetast við heftini um Kaptajn Micky og David Crockett, sum komu úr Danmark eina ferð um vikuna, og sum vit dreingir vóru ógvuliga áhugaðir í. Meðan vit gingu í barnaskúla, komu eisini fleiri bøkur út á føroyskum, ætlaðar børnum, og vil eg siga, at hetta eisini stuðlaði um okkara lesihug og gav okkum íblástur til at lesa seinni. Serliga minnist eg glæstribøkurnar, har eg hevði teknað meg fyri bøkurnar Dunnu Billa horvin og Óla Oyralanga. Tá komu eisini bøkurnar Pinocchio, Frændaleysur, Peik og aðrar. Hesar standa í minninum, og serliga Pinocchio, sum varð lisin upp sum framhaldssøga í Útvarpinum. Sum eg vaks upp, las eg meir og meir, og eisini ymisk bløð, ið komu í heimið hjá okkum. Við tað at eg, frá tí eg var 11 til 15 ár, í fleiri førum var á Sjúkrahúsinum í Havn, kom eg at lesa nógv ta tíðina, og vóru tað bøkur og bløð, sum komu á sjúkrahúsið. Bøkurnar komu frá Landsbókasavninum hvørja viku. Ímillum bøkurnar, sum eg las tá, kann eg serliga minnast bókina Kaptajnen på 15 år eftir Jules Verne. Men tað vóru eisini bøkur á føroyskum, t. d. Kring jørðina í kavbáti, eisini eftir Jules Verne. Á Sjúkrahúsið komu eisini fleri bløð, ímillum tey Kristiligt Ungmannablað. Í eini kapping í blaðnum vann eg bókina Sørøvere i Grønland eftir Kirsten Bang. Tað var óført eisini at vinna eina bók, og las eg hana við góðum huga. Bókin er um fólkini í Suðurgrønlandi uml. 1420, sum ikki hava havt skipasamband við londini fyri eystan í fleiri ár og tí hava vánalig kor. Tey hava samband við inuittarnar, ið eru komnir norðanfrá, men onkuntíð er tað eisini stríð teirra millum. Ringast er, at sjórænarar eisini hava vitjað í Grønlandi og har hava herjað og rænt. Í bókini verður sagt frá, hvussu fólkini hava tað, teirra trúðarlív, og hvussu tey stríðast fyri at kunna yvirliva í náttúruni, sum er vorðin alt kargari. Høvuðssøgan er um eina hending, tá sjórænarar herja runt á gørðunum í Suðurgrønlandi, drepa frá hond, taka fólk og fæ og brenna hús og kirkjur. Fleiri flýggja burtur frá bygdunum, og har verður lagt ráð um at gera mótstøðu. Við snildum eydnast tað teimum at vinna á sjórænarunum og hertaka skipið. Hetta gevur teimum møguleika at sleppa burtur úr teimum kørgu korunum, og bókin endar við, at ein partur av fólkunum stevna við tí hertikna skipinum yvir hav til eitt annað land, har tey ætla at byrja av nýggjum. Úr bókini fekk eg tann fyrsta kunnleikan um norðbúgvarnar í Grønlandi. Síðani havi eg altíð havt áhuga fyri søguni hjá teimum norðbúgvum, ið búsettu seg í Grønlandi, og hvat víðari hendi har aftaná. Bókin stendur enn millum bøkurnar á hillini heima. |
Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum 4. oktober 2012 Battler Britton var ein teknirøð, sum upprunaliga kom út í juli 1958 til juni 1986. Tað var um Wing Commander Robert "Battler" Hereward Britton. Teksthøvundur var Mike Butterworth, og teknari var Geoff Campion. Tá ið eg gangi fram við einum ávísum smáum budingalitaðum húsum í heimbygdini, fari eg av mær sjálvum oman eftir gomlum minnisstíggjum. Í hugan streyma stuttlig minni, tí inni har búði fyrsti vinmaður mín, vit vóru sum lív og ein sál, og í teimum húsunum lósu vit nógv. Vit spældu guitar og kort og lósu. Vit vuksu upp í býlingi, sum í mangar mátar framvegis var krøktur í elligamla bóndasamfelagið. Miðaldardámurin og køstalukturin var ramur. Størstu dagarnir á árinum vóru um heystið, tá ið skurðurin varð býttur. Har vóru nógv neyt og veðragjólingar og hønur og gæs og køstar og nógvir hundar. Menninir snúsaðu og skráaðu og royktu. Konurnar brúktu allar fyriklæði. Hetta var seinast í fimmtiárunum og fyrst í sekstiárunum. At vera inni í hesum húsum var øðrvísi enn í øðrum húsum. Har var eitt annað lag. Mamma vinmannin hevði annaðhvørt Luxemburg ella Radio Scotland frá, hon drakk kaffi og roykti Raleigh. Hon yrkti sangir til brúdleyp, og teir vóru so góðir, at fólk søgdu:“ Nadoyð, hon dugir væl.” Hinar mammurnar royktu ikki, drukku bara te og lurtaðu eftir Kalundborg. Men allar lósu vikubløð. (Eg fór annars tíðliga at roykja–Raleigh–og varð cand. mag. við enskum sum høvuðsgrein nøkur ár seinni.) Á borðinum í stovuni stóð stór kanna við mjólk, stór skál við sukri og stórur havragrýnspakki. Tað var ikki etið eftir klokkutíðunum har, og eingin fekk ilt av tí, at uppvaskið stóð eina løtu. Vit fingu okkum havragrýn, høvdu vit tørv á tí. Tørvaði okkum fastari føði, fóru vit í hjallin og fingu okkum skerpikjøt aftur við breyði og mjólk. Stovan var full av bløðum og bókum, krossorðagátum og kortum. Og øll lósu–øll lósu alt. Commandoserien, Hjemmet, Strømberg, Morgan Kane, Knut Hamsun, Siglingarsøguna hvørt um annað. Eingin var frøðingur, eingin tosaði um bókmentir, men øll lósu. Minnist ikki, at vit lósu ein føroyskan stav. Jú–Følv og Gluggan. Vit kundu sita hvør í sínum lag, hvør í sínum stóli, hvør í sínum króki og lesa langar løtur. Vit høvdu ongan tørv á at gorra–men prátið gekk lystiliga og kátt, tá ið vit prátaðu. Tað gula húsið hevði sínar røtur í gomlum bóndagarði. Garðurin var bygdur í 17. øld og ógvuliga lítið broyttur, tá ið farið var inn í seinna helming av 20. øld. At koma inn í gomlu stovuna var at gera ferð aftur í miðøld. Har var roykstova við ljóara, einki ravmagn, nógvir hundahvølpar og stundum stóð ein kálvur í roykstovuni. Í hálvaskýmingini inni í roykstovuni fórt tú inn í ein heilt serligan heim. Ikki minst, tí at bóndin las altíð og visti altíð okkurt forvitnisligt at siga okkum. Hesin fámælti, gløggi serlingurin kom eisini hvønn dag inn á gólvið í gulu húsunum og fekk sær sum við einum refleksi tann lesturin upp hondina, sum lá næst-okkurt blað ella onkra bók, og so sótu vit annars hvør í sínum lagi og lósu. Fleiri ættarlið í somu stovu, og vit lósu tað, ið lá fyri. Eingin segði okkum hvat, vit skuldu lesa-eingin segði okkum, hvør var bestur, eingin segði okkum, hvør var kendur. Og Luxembourg sang. Ein tekstur var ein tekstur. Tarzan og Victor Hugo, Anders And og Hamsun hvør um annan. Og Luxembourg legði nýggja plátu á, og fest varð í nýggja Raleigh. Eg helt meg oftast til Battler Briton, Illustrerede Klassikere og Commando-serien. Eg vildi hava nógvar myndir og lítlan tekst. Eg var stórur drongur, áðrenn eg las bøkur, og tær einastu, eg minnist meg hava lisið, vóru cowboy-bøkur. Helst Bill og Ben. Tær svaraðu í innihaldi á leið til cowboy-filmarnar við John Wayne, ið eg sá fríggjakvøld kl. 9 í Vestmanna Bio. Mentanarligi skamturin mundi vera hesin: Vit sóu ein film um vikuna, fóru í kioskina-okkara persónliga, stúvstappaða Mekka-hvørt týskvøld eftir vikubløðunum, læntu bøkur á bókasavninum týskvøld og hóskvøld. Dimmalætting sá til, at vit vistu akkurát, hvussu til stóð bæði í Føroyum og úti í heimi. “ Fjern og nær” var genialt, har fekst tú simpilthen alt at vita. Umframt Hjemmet og Familie Journalen var dagliga áfyllingin teknirøðir. Tað var tað, sum lyfti okkum úr okkara túni og út í stóra heimin–og hann var amerikanskur. Frá regni og hønum og mjólkaspannum og sóping og ørindum yvir í sólina, út á grasfløturnar, inn í kvøldini um bálið við munnhørputónum, bardagarnar við indiánar og alt hitt fantastiska amerikanska. Og tá ið vit ikki lósu um tað, spældu vit tað og søgdu“ hænsop” Seinni, tá ið eg gekk í realskúla, segði ein av lærarunum umaftur og uppaftur:“ Eg leggi líka í, hvat tit lesa, bara tit lesa. At tit lesa ger munin.” Eg veit ikki, um tann boðskapurin er góðkendur pedagogikkur nú á døgum, men eg haldi, at hann riggaði, tí allir teir, ið vuksu upp við Anders And, Hjemmet og Bill og Ben fingu sær útbúgving–fleiri fingu sær universitetsútbúgving, summir enntá í føroyskum. Men eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu gott tað høvið hevði verið at leggja gott mál niður í okkum samstundis. At víðka okkara egna málsliga heim samstundis. At lata okkum lesa nógv av hesum stuttliga á okkara egna máli. Svenning Tausen, Jóhannes Enni, Ingrið Sondum og øll hini, sum løgdu lunnar undir BFL sóu henda skeivleika, viðurkendu brekið og rættaðu tað. So nú kunnu foreldur keypa sínum børnum stakkar av tí besta tilfarinum og lata tað liggja og sløðast fyri eygunum á børnunum og gubbunum og ikki bara fáa upplivilsið, men málsliga førningin samstundis. Tað er eitt av teimum stóru brøgdunum, sum er framt til tess at menna okkara egna málsliga heim. Tá ið eg gangi fram við teimum smáu budingalittu húsunum, hugsi eg bara góðar tankar–eg hugsi um huglagið og tann alheim, ið hetta lítla universitetið átti í sær. Tað man vera ymist, hvussu sjónarringurin víðkast, men úrslitið hevði ikki verið verri, hevði onkur lagt okkum lag á tá, hjálpt okkum at finna fram á dygdargóðar tekstir longu tá–og so tað, vit ikki skonktu ein tanka–at alt slíkt kundi vera skrivað og prentað á føroyskum. Tað kom okkum ikki til hugs. Føroyskt:) Tað var Jógvan við Ánna–gluggavelta og luftinnkroystari-sum vit grinu hjartaliga at, tí at tað var so píniliga maggut og ótíðarhóskandi. |
Kim-bøkurnar komu út í 1957-1973. Rithøvundurin var Bengt Janus Nielsen, sum skrivaði undir dulnevninum Jens K. Holm. Jan-bøkurnar komu út í 1941-1964. Rithøvundarnir vóru Knud Meister og Carlo Andersen. Hóast fólkatalið í Havnini ikki mundi vera meira enn helvtin av tí, tað er nú, so vóru 4 bókahandlar í býnum, tá eg var lítil. Gamla Bókhandil minnist eg bara frá jólum. Stúgvandi fullur av fólki í vátum ulpum, royndi at skora seg framvið hvørjum øðrum uttan at ríva nakað niður av hillunum. Innast í handlinum var leikutoysdeildin, og sum tá hevði so nógv størri áhugað enn bøkurnar, men hetta broyttist, og mundi eg eiga ikki so fá spor har, tá ið dreingjabøkurnar høvu fest í hugin. Bókahandilin hjá Hjalmari lá eitt lítið sindur nærri okkara húsum. Eg veit ikki, um tað er so, men eg haldi meg minnast, at onkur keypti mær mína fyrstu bók, Gelli smelli skúlabussur-eina av forkunnugu glæstribókunum har. Eg var ivaleyst ikki nøkur ørn, tá eg fór í fyrsta flokk. Havi skilt, at eg var dagdroymari. Tá tann fyrsta karakterbókin kom, stóðu allir krossarnir í einari snórabeinari røð rímuliga langt til høgru, og eftir reaktiónunum hjá onkrum eldri næmingi, sum vildi sleppa at síggja, so var hetta nokk ikki tað allarbesta at koma heim við. Líkamikið, eg mundi neyvan vera tann einasti, sum ikki fekk hilling á bókstavaraðnum, men Huusgaard, sum var flokslærari, kendi ráðini. Flokkurin bleiv býttur í tvey, genturnar høvdu nakrar lesitímar fyri seg, og dreingirnir nakrar. Kanska hevur hetta verið í øðrum flokki. Tá bleiv luftigari og meira liviligt í stovu 206, og skjótt klikkaði lesiførleikin upp á pláss. Palo í Grønlandi var fyrsta bókin, og minnist eg rætt, bleiv hon lisin eina og tvær ferðir umaftur, so at eg kundi staðfesta, at søgan var har enn, og líka so fantastisk, sum tá eg hevði lisið hana fyrstu ferð. Innast í lítla skúlagarði lá tannlæknastovan. Har var ein blandingsroykur av angist og hugna. Hugnin kom av, at Erling Simonsen dugdi so avbera væl at siga søgur. Í Karius og Baktus, har myndirnar vóru vístar upp á veggin, átti hann ein stjørnuleiklut, men á borðinum lógu, sum í bíðirúmun flest, bunkar av slitnum lesnaði, m. a Maria maria marolla, sum vit skjótt“ lósu” uttanat. Heima við hús bleiv oyðslað við lesitilfari. Bøkurnar vóru ikki so nógvar, hóast at tað, sum kom út, bleiv keypt, og stovan, har sum bókareolin stóð, var sum oftast køld. Men øll tey føroysku bløðini vóru hildin, og tað, sum var skrivað, bleiv dúgliga viðmerkt, eisini Ferdinand. Og týsdag gekk leiðin oman í Ternuna at avheinta tey avløgdu vikubløðini. Mamma var ikki kørg, tá tað snúði seg um at brúka pengar upp á lesnað. Eg fekk tey, sum eg peikaði á. Í mun til hesi litføgru bløðini helt eg, at sum heild vóru lesibøkurnar keðiligar. Tær søgdu ofta frá einari tíð, sum langt síðani var farin, og í einum málbúnað, sum milt sagt kundi vera støvutur. Men tað vóru eisini søgur, sum glógvaðu øðrvísi í mínum sinni. Fyrsta bókin, eg misti svøvnin av, var Frændaleysur, síðani komu tær pø á pø. Kring jørðina í kavbáti, Loyndarfulla oyggin, Loyndarmálið, og trúgv tí ella ei, tað ber enn til at finna eina slíka, sum heldur einum vaknum, meira enn gott er. Sum tíðin leið, og alt hatta við lesiførleikanum var fallið upp á pláss, gjørdist Býarbókasavnið ein partur av gerandisdegnum. Aftaná skúlatíð gingu vit oman á lesistovuna og sótu ofta har til nátturðatíð. Nakrar bøkur mátti man bara eiga. Tá gekk leiðin oman í gamla bókahandilin, har tey høvdu allar dreingjabøkurnar, Kim, Jan og so tær um Alfred Hitchcock og teir tríggjar detektivarnar. Mangt er broytt. Ein føroysk barnabók er ikki longur at síggja sum lundi á jólanátt. Bara í ár koma tað fleiri føroyskar barnabøkur út enn samlaða talið av barnabókum, sum vóru komnar, tá ið eg var smádrongur, og tær eru gjøgnumgangandi so nógv betri, at tað slett ikki kann samanlíknast. Tað er fantastiskt, at komandi ættarlið hava allar hesar bøkurnar at velja og vraka burturúr. Men hóast alt, so bar tað til at blíva smittaður av hasari bókabasilluni, hóast úrvalið ikki var eins stórt og gott. |
Karin Kjølbro, sosialráðgevi og fyrrverandi løgtingskvinna 6. august 2013 Í skýmingini Sofía Petersen hevur skrivað, og Elinborg Lützen myndprýddi. Bókin kom út á fyrsta sinni í 1948 og kom síðan í øktari útgávu út aftur í 1988. Henda dragandi, vakra og samstundis ræðandi bók fekk nógv pláss í hugaheimi mínum. Hon var lisin umaftur og umaftur, ikki bara tí hon var nýútkomin (1948), og tað sum heild vóru so fáar føroyskar barnabøkur, men tí hon í innihaldi ikki var til at koma uttanum. Vit kendu Sofíu Petersen, sum skrivað hevði. Hvussu kundi henda vakra, milda omman við hvítum hári fáa í lag at skriva søguna um Børnini og kellingina. Hon búði niðri við ánna í hugnaligum húsi úti í Havnadali. Har vóru vit við hvørt, og har andaði alt av friði og góðsemi. Arbeiðskonan hjá okkum-Karin, ið var av Kalsoynni dámdi best at rógva út á Krabbaskel og at syngja uppi í eini Eikilund fyri okkum. Tað gjørdi hon longu, áðrenn bókin kom. Serliga væl dámdi okkum uppi í eini Eikilund, tí tekningin hjá Elinborg Lützen til hetta rím var so hugnalig og vøkur. Søgan Børnini og kellingin var so mikið álvarsom, at hana kundi bert mamma lesa fyri okkum. Tá hon ikki var til at koma uttanum, so var tað tí, at vit umaftur og umaftur vildu hoyra um Óla og Lenu, sum eftir miklan sorgarleik í húsinum hjá kellingingini umsíðir lumpaðu hana og rendi hana inn í logandi ovnin, ið var ætlaður Óla. Vit hoyrdu aðrar ræðandi søgur, men tær gjørdu okkum ikki so stóran mun. Hví tað var soleiðis, kann bert gitast um. Haldi tað vóru tvær orsøkir, onnur var, at Óli og Lena búðu í Føroyum, og tey høvdu tað ikki gott. Tey fóru í hagan at leita sær eftir berum og hvonnum, tí foreldrini áttu ikki nóg mikið at geva teimum at eta. At leita sær út í hagan var nakað við vistu um, -hagin sást væl úr køksvindeyga okkara. Har vóru vit ofta. Vit kundu væl seta okkum inn í hesa verð. Síðani er tað hin listilærdi óndskapurin, at seta Óla í búr og senda Lenu at skera fingurin av honum. Tað var ræðuligt. Sjálvandi dugdu vit skjótt søguna uttanat. Tá vit tosaðu um hana, høvdu vit bókina hjá okkum, men kortini skuldi mamma eisini fortelja hana umaftur og umaftur. Hetta leikaði somikið hart á hjá beiggja mínum og mær, at vit, -hóast vit fingu at vita, at vit ikki skuldu gera okkum inn á bókina við tekningini av kellingini, so høvdu vit kortini í loyndum sligið so ofta niður á hana við onkrum, at hol kom á hesa síðuna og bert hana. Tá eg sá nýggju útgávuna av Í SKÝMINGINI, sló eg beinaveg upp á síðuna við kellingini. Tekningin er hin sama, men enn eri eg sannførd um, at hin tekningin frá 1948 var størri og ógvisligari. Heldur ikki vóru vakrar sóljumyndir í føgrum litum fremst í fyrstu útgávubókunum. Okkara bók er tíverri ikki til. So er tað hin orsøkin til dragandi máttin í bókini. Tað vóru allar tekningarnar hjá Elinborg Lützen, ið veruliga setti gongd í hugflog okkara. Sum vaksin møtti eg Elinborg Lützen og kundi ikki lata vera við at spyrja hana, hví hon hevði gjørt summar tekningar so óhugnaligar, tá hon dugdi so væl at gera vakrar og hugnaligar myndir. Hon flenti at mær og helt fyri: Tað er júst tað tað snýr seg um, tá tú skal gera ævintýr fyri børnum. Tey skullu kenna bæði spenning, ótta, óhugna og gleði, tástaðni er tað ein góð søga. Hví heldur tú vit hava so nógvar spøkilsissøgur í Føroyum:) spurdi hon. Tað gingu mong ár, áðrenn bókin var uppafturprentað (1988), og alsamt kenni eg nøtrilsi bert við at siggja permuna á bókini. Hetta minnir um, tá tú spyrt fólk um ein film, og svarið er: Frálíkur filmur, øll grótu. |
Mamma, hvussu? eftir Sten Hegeler kom út á føroyskum í 1971. Steingrímur Weihe týddi, og Hitt føroyska studentafelagið gav út. Gerda Nystad teknaði. Gudrun Brun hevði skrivað eitt fororð til bókina. Tá elsti sonur mín var eini fimm, vildi hann vita, hvussu børn vórðu gjørd. Eg royndi at sleppa undan smálutum og royndi meg við einum epistli um, at“ tá ein maður og ein kona eru ordiliga góð og forelskað, tá...”“ Jaja!! Men hvussu GER man??” breyt hann meg av. Og eg visti akkurát, hvar hann var. Hann var har, børn í mínari tíð vóru, tá tey høvdu lisið bókina“ Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja.” Ta bókina gav Føroya Lærarafelag út í 1968, nøkur ár áðrenn eg varð gjørd og fødd. Bókin var framvegis at fáa, tá eg var komin í handan aldurin, og vit áttu hana. Haldi ikki, nakar las hana fyri okkum. Giti, taktikkurin var at keypa hana og so bara vóna, at eg las hana sjálv! Tað gjørdi eg. Men–tá ein hevði lisið ta bókina, var ongin gáta loyst. Har stóð nakað um, at mammur og pápar kundu giftast og“ vera øgiliga góð.” Kanska strekti hon seg til at siga, at tey høvdu hug at vera nakin saman, hesi góðu fólk, eg minnist ikki heilt vendingarnar–men so heldur ikki longur. Har stóð ikki, hvussu man GJØRDI. Men eg visti. Tí“ Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja” var ikki einasta bókin um hetta flovisliga evni. Hina barnabókina um lívsins gátu hevði eg funnið í einum bókadunga á loftinum í lærarahúsunum í Skúgvi. Skúvoyggin var mín summaroyggj. Eg elskaði at ferðast hjá Arna og Guðrið og synum teirra. Tey áttu so nógvar bøkur og teknirøðir. De Fem. Lucky Luke. Asterix. Og tað besta–har kundi eg lesa so nógv og leingi, eg vildi. So tá eg fann“ Mamma, hvussu?” hjá Sten Hegeler, fylgdi tað týdningarmesta við. Friður og náðir at sodna hesa ótrúligu søgu–sum eftir øllum at døma var sjálvur sannleikin um lívið, meg, og okkum øll! At hetta hoyrdi til“ sovorðið, man ikki snakkar um” stóð kortini púra greitt. Eg segði ikki eitt orð við Guðrið, sum eg annars helt vera verðins fittastu at práta við, um lesnaðin. “ Hvordan, mor?” eitur bókin á upprunamálinum, og Sten Hegeler gav hana út longu í 1948. Í Føroyum kom hon ikki út fyrr enn í 1971. Tá hevði“ Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja” verið á marknaðinum í trý ár. Munurin á bókunum er ikki stórur–og kortini himmalvíður. Per og Lisa fáa at vita, at børn verða til, tá“ foreldrini eru góð við hvørt annað”, meðan Sten Hegeler fortelur, hvat fer inn hvar, tá foreldur eru allarmest góð við hvørt annað. So–eg visti. Og sjálvt um vit høvdu minst 1981, tá eg fann bókina, og Sten Hegeler langt síðani hevði vant danir við at tora at lesa og tosa um sex, so var“ Mamma, hvussu?” kortini ikki ein bók, sum nógv børn á Sandi áttu. Um yvirhøvur nakar. Tey áttu kanska Per og Lisu, sum høvdu foreldur, sum fingu børn av at“ vera góð.” So tit kunnu ímynda tykkum glómurnar og frøina, tá buldrasligi 4. flokkur ein dag pakkaði bókakassan frá Landsbókasavninum upp (vit høvdu onki bókasavn í Sands skúla), og onkur drongur varnaðist, at hendan óinteressanta perman við eini mammu og einum barni var skálkaskjól fyri ta fúlastu bókina, sum nakrantíð hevði verið innan skúlans dyr! Tað var fast, tá bókakassin kom, at vit fingu søgu. Hendan dagin var omma mín lærari hjá okkum. Og allur 4. flokkur kláraði at halda sær, meðan ein eygagóður kúllur átók sær uppgávuna at spyrja ommu, um hon kundi lesa hesa bókina fyri okkum. Hesa her, segði hann og handaði henni bókina, eins og var hon ein bumba. Tað var hon eisini, á ein hátt. Vit fingu næstan ikki andað, tá vit sóu, at hon veruliga læt bókina upp og byrjaði at lesa! Og serliga ikki eg. Hetta var púra óveruligt. Um eina løtu fór fitta og hampuliga omma mín at lesa upp, hvat pissilingar og pissikonur hjá vaksnum kundu gera saman! Eg tordi næstan ikki at hyggja upp til pultin. Hoyrdi, hvussu hini vóru um at bresta í látri og spenningi, men eg kundi ikki steðga hesum. Kundi ikki leypa upp og skræða bókina frá ommuni. Men omma var ikki fyri nothing. Hon varnaðist jú beinaveg, hvat bókin var um, og um enn vit 10 ára gomlu ikki kundu ímynda okkum tað, so hevði hon jú praktiskar royndir á økinum og visti, hvat fór at henda um fáar síður! So hon segði“ Nei, tit eru so ófriðarlig, eg tími ikki at lesa fyri tykkum í dag” og legði bókin saman. Og soleiðis slapp hon snildisliga undan at vera tann, sum formliga upplýsti okkum, hvussu menniskjan nørist. Bókin varð løgd í skuffuna á lærarapultinum. Men gjørdi helst nyttuna, Sten Hegeler ætlaði hana til, kortini. Haldi, fleiri lúrdu í hana, tá høvi beyðst. Og hvør veit–kanska var tað júst soleiðis, omma eisini helt, tað var frægast, at vit fingu henda kunnleikan! “ Jaja, men hvussu GER man!” , spurdi elsti sonurin. Gud viti, hvussu miðlingurin fer at spyrja. Kanska skuldi eg vita, um greidliga bókin frá 1948 er til enn? Tað, sum stendur í, er í hvussu er sannleiki enn í dag. Og óivað kollveltandi vitan fyri 6 ára gomul enn sum áður. |
Seriemagasinet var eitt blað, sum Interpresse gav út frá 1968 til 1984. 314 bløð komu út tilsamans í røðini. Blaðið var eitt bland av skemti, krimisøgum, ítróttarsøgum og science fiction Herfyri las eg eina ritroynd í 21 brotum kallað 13, 1977, 21 eftir amerikanska høvundan Jonathan Lethem frá bókini The Dissappointment Artist, høvundurin, sum skrivaði Motherless Brooklyn og The Fortress of Solitude, skrivar serliga rørandi bøkur, og hendan eina ritroyndin er einki undantak. Hon snýr seg um ein einsamallan drong í Brooklyn, ið sær filmin Star Wars 21 ferð sum 13 ára gamal í 1977. Vit skilja so við og við, at kulørti heimurin hjá honum er ein vernd móti einum harðligum veruleika, har mamma hansara er við at doyggja av krabbameini. Hann bjóðar henni í biograf, men mamman er ikki so glað fyri Star Wars, sum hann er. Eg kendi meg aftur í hansara heimi, tí hann var eisini rokaður av superhetjum, b-filmum, vísundaskaldskapi, Star Wars og Marvel, tí hetta er eisini okkara‘ dannilsi’. Mítt ættarlið eru uppvaksið við hesum–og ikki bert við Rikard Long, Heðin Brú ella Songbók Føroya Fólks-við splatterfilmum, teknirøðum, pulp (fiction) og góðum barnabókum. Fyrstu ferð, eg sá Star Wars, var á smalfilmi við ongum ljóði, og øll børnini vistu, at hetta var hin reini gandur, og vit elskaðu hendan heimin markleyst frá fyrsta sekundi. Lærara og vaksin skiltu ikki, at vegurin til bøkurnar gekk sum ein motorvegur gjøgnum Dunnubý og Andras Dunnu og tey, gjøgnum heimin hjá Carl Barks. Gjøgnum Sølvpil, Tarzan, Asterix, Lucky Luke, Fantomet, Batman, Superman, Prins Valiant. Tintin og Asterix lærdi okkum meiri um heimin enn landalæran og heimssøgan hjá Christian Høj. Basserne og Radiserne gjørdi, at man ongantíð kom út aftur av vesinum. Seinni kom hin klóka røðin Sten og Stoffer og freki Garfield, svøku Flip og Flop. Minnist eydnusamar langar summardagar uttanfyri húsini í telti, meðan vit lósu teknirøðir í andakt–Jumbobøkur 256 síður fyri 14.50 kr.-hindbersodavatn og so deildu vit ein pakka við 12 nekarakissum við kokus. Lethem minti meg á, at hesin kulørti heimurin var ein heimilaður smakkur. Eisini um at tá eg var tólv ára gamal, kom ein pakki kom úr Danmark, og á pakkanum stóð navn mítt. Eg opnaði flata, avlanga pakkan. Í honum var kenda teknirøðin Seriemagasinet. Eg hevði lisið teknirøðir sum ein annar svakur savnari í áravís. Eg blaðaði upp á miðjuna við ristandi hondum, og har stóð mítt lesarabræv, ið var kosið mánaðarinnar bræv. Hjartað bóltaði rút einar tvær ferð. Eg haldi, eg fekk 100 kr. sendandi á einum kekki seinni. Eg átti nógvar árgangir av Seriemagasinet longu og kendi hvørja søgu, hvørjan persón frá teimum og hevði nógvar meiningar um, hvat var gott. Eg tók blaðið við í skúla, men goymdi blaðið aftanfyri bøkurnar og livdi eitt annað lív undir liðini á øllum tí, sum skúlin royndi at læra okkum um siðsøgu, Føroyar fyri sjeyti ella hundrað árum síðani, kristni, at smíða okkurt, sum eingin skoytti um, fimleik og at svimja. Men at skriva lesarabrøv, tað lærdu vit ikki. Eg vísti einum floksfelaga brævið, og hann hugdi eftir mær, sum um eg var ein rúmdarvera frá einari framtíðarsøgu ella ein vera frá røðini Linda og Valentin. Franska teknirøðin Linda og Valentin var kult og snúði seg um ein post-undirgangsraktan heim. Tey sigldu millum húsini á Manhattan, har frumskógurin hevði yvirtikið tað mesta. Linda var ein reinur feministur og Valentin eitt sindur veikur. Veruliga lívið hjá mær var eitt ríkt innara lív. Kveikt av rokaðum hillum av barnabókum frá serliga‘ klassikarum’ (Jules Verne og alt hatta) til Janbøkur, Kimbøkur og De 5 bøkur, bøkur um Magnus Heinason, Frændaleysur, H. C. Andersen og sjálvandi anarkistiskar og svakar teknirøðir. Eg savnaði uppá bøkur, fekk bøkur og arvaði bøkur og las ofta eina um dagin. Men eg savnaði uppá meiri enn tað. Fyrst vóru tað frímerkir. Helst var tað klóki lesandi abbi mín, sum kveikti áhugan fyri frímerkjunum og bókunum kanska eisini. Hesi lítlu stykkini av pappíri, sum komu uttan úr heiminum, mintu meg um heimin og ein altíð fráverandi pápa. Eg havi altíð viljað átt hesi litføgru pettini av umheiminum, sum bara ein dag lógu í postkassanum. Frímerki frá Marokko við eini mynd av kong Faisad. Eg visti, at frímerkini hava knýtt alt saman. Sum alt elskað eiga eisini tey sítt pláss í hesi søguni. Frímerkini og brøvini uttan úr heimi siga øll frá einari søgu um londini, sum eg longdist eftir at vitja–tað gjørdu bøkur og teknirøðir eisini. Tey siga eisini okkurt um lond, sum ikki finnast longur, ja heil heimsveldi. Minnist tey smáu merkini frá CCCP–Russiska Demokratiska Republikkin. Ein jarnhond sum helt fast um hamaran og aftanfyri reyður dúkur og stjørna. Lond við fílum og apum. Býir á Filipinunum. Tahiti, Malau, Tonga og Jólaoyggin. Og teknarin av Andras Dunnu tók okkum við til ein heim, har ævintýrið livdi enn sum dreymurin um Kong Salemonsa Minur og loyniliga gullið í Inkaríkinum. Tá vit lærdu um Europa í skúlanum, var eg meiri áhugaður í Vanatu, Mali, Surinam og Tuvalu. Eg hugdi eftir hesum londunum á eini globus, sum eg hevði keypt á einum loppumarknaði í Havn. Onkuntíð í atlassinum hjá abba, men tað var so gamalt, at nógv landamøtk vóru flutt. Abbesinia eitur Etiopia í dag, men í atlassinum hjá abba har passaði einki. Abbi gav mær týsk frímerkir frá 1920 unum, sum vóru verd 500.000. 000.000 markar. Sum ósjónlig ferðandi hava tey sæð øll kríggj og flogið yvir Afrika í posttaskunum hjá Antoine de Saint Exupéry og við damparum kring Atlantshavið frá Lissabon til New York, við lastini fullari av jødum og bangnum spurningum. Á pakkanum við Seriemagasinet var eitt merki við einari tekning eftir Robert Storm Petersen, sum eg kendi frá abbasa bókum við tekningum eftir hann. Eg fann skjótt fram til teir øru Robert Crumb og Gilbert Shelton, ið teknaðu flipputar 1968 ara teknirøðir um hassj, sex og flower power, og so vóru teir undirgravandi og stuttligir. Vit lósu amerikanska MAD og sóu Monty Python og flentu, sum høvdið skuldi sprongst. Aftan á var gerandisdagurin, sjálvhátíðarligir myndugleikar og lærarar fullkominliga láturligir–lívið lættari. Batman, Superman, Hulk, Daredevil og øll tey frá Marvel eru úr USA, men teir kundu verið strandingar. Deiligt var at flýggja inn í ein ævintýrheim, tá vanlig skúlagongd kundi tykjast sum ein grá dýna. Fólk skilja ikki, hvat er so gott við Spiderman, Daredevil og Marvel. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familjuna, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur. Teir hava allir tveir samleikar. Um dagin er Daredevil ein blindur advokatur, øll taka eitt sindur synd í, men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Tá Daredevil sum vaksin finnur mannin, ið drap faðirin, tá hann var tólv ár, sær hann, at hann ikki fær frið í sálina av at drepa hendan mann. Hann sær, at sorgin ikki hvørvur av hesum. Reint Shakespeare. |