text
stringlengths 1
888k
|
---|
Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimasinuni. So tú vekir hana IKKI,'segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. 'Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma. ''Er mamma tín eisini tollut? 'spurdi abbin. 'Tað er ótrúligt, so ofta tú skalt tosa um mammu mína, kennir tú hana og mamma? ''Nei, men tú sigur alla tíðina og mamma! 'Men stuttligt at tú skuldi nevna hana akkurát nú og mamma, tí tað er kakkulárakódagur í dag. 'Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga! |
Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað. Peter Madsen er millum annað eisini kendur fyri at hava teknað teknirøðirnar: Valhalla og Menniskjasonurin og eisini nýggju myndabókarøðina: Trøllalív. |
Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil. „Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin drongurin,» segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil. «Og um hann eingi skálkabrøgd ger, so hendir altíð so nógv kortini, har hann er. Aldri havi eg sæð ein sovorðnan drong.“ Hetta er triðja broytta útgávan í litum. |
Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini. |
Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinurin, Sally, gerast illgrunasom. Okkurt ræðuligt er í ferð við at henda! Saman leita tey sær skjól í sínum loyniliga goymistaðið, tí niðurlagdu mylluni, har eingi livandi-ella deyður-klárar at finna tey. Ella klára tey? |
Njót eitt sindur av Harry Potter gandi hvønn dag í árinum. |
Mogens Andersen 1970-72. Størv: Lærari á Føroya Fólkaháskúla 1972-78; savnslærari á Føroya Fornminnissavni 1974-89; blaðstjóri á tíðarritinum MONDLI 1975-90; leiðari fyri Listaskálan 1978-89; savnsleiðari á Listasavni Føroya 1989-2003. Myndprýðingar: 1959 Reprobus, sampo í Míni jólabók 1960 Steinurin, Maria, Állurin, Tá ið kettan og rottan í Míni jólabók 1961 Lítla Dímun, Stórkavi, Teir báðir vinmenninir, Av Blankaskála í Míni jólabók 1962 Klokkan ringir Prinsurin og Øskudólgur í Míni jólabók 1965 Stjørnueygað, Hálendsk heimaráð, Ein kvøldvakt, Eyðun, Álvarnir, Hevnda, Tá ið Brúsajøkul beindi fyri, David Livingstone, Barnafíggindi, Drongur kongur í Míni jólabók 1966 Perman á Míni jólabók 1972 Dýrini við Varðagøtu í Míni jólabók 1978 Føroysk ævintýr 1 1979 Búmerki til bókarøðina Drekabók 1986 Jón Oddur og Jón Bjarni (Guðrun Helgadóttir) 1987 Enn meiri um Jón Odd og Jón Bjarna (Guðrun Helgadóttir) Ferðafuglur Meiri um Jón Odd og Jón Bjarna (Guðrun Helgadóttir) 1989 Vár og mánin (Steinbjørn B. Jacobsen) 1992 Grísaflísapætur (Alexandur Kristiansen) Lítli Páll í Nólsoy (Oddvør Johansen) 2004 Lokki Litaval (Alexandur Kristiansen) 2005 Nú ríður tú heim (Olav H. Hauge) |
Bente Bratlund-bøkur merktar við "Krabbabók" Bente Bratlund er norskur rithøvundur, fødd 12. mars 1952. Hon vaks upp í Hordalandi. Aftaná studentaskúlan gekk hon á læraraskúla í Stord og hevur seinni lisið drama í Bergen. |
Bente Bratlund-bøkur merktar við "Lættlesibók" Bente Bratlund er norskur rithøvundur, fødd 12. mars 1952. Hon vaks upp í Hordalandi. Aftaná studentaskúlan gekk hon á læraraskúla í Stord og hevur seinni lisið drama í Bergen. |
Bente Bratlund-bøkur merktar við "Vinir" Bente Bratlund er norskur rithøvundur, fødd 12. mars 1952. Hon vaks upp í Hordalandi. Aftaná studentaskúlan gekk hon á læraraskúla í Stord og hevur seinni lisið drama í Bergen. |
Carolin Philipps-bøkur merktar við "Ættleiðing" Carolin Philipps er týskur rithøvundur. Hon er fødd í 1954 í Meppen. Hon leggur stóran dent á tolsemi, men roynir ikki at smoyggja nakra lætta loysn oman yvir lesaran. Hon býr og starvast sum studentaskúlalærari í Hamburg. |
David Grimstone-bøkur merktar við "Gladiatorur" David Grimstone er enskur rithøvundur, føddur í Margate 25. januar 1978. Hann hevur higartil skrivað 25 bøkur, summar við sínum egna navni David Lee Stone, men flestu við rithøvundanavninum David Grimstone. Eftir at hava gingið í Trinity Primary School í Ramsgate og St. George´s Foundation School í Broadstairs, hevur hann havt eina rúgvu av ymsum arbeiðum. Gladiatordrongurin 1 Flýggja frá tí ónda. Gladiatordrongurin 2 |
David Grimstone-bøkur merktar við "Róm" David Grimstone er enskur rithøvundur, føddur í Margate 25. januar 1978. Hann hevur higartil skrivað 25 bøkur, summar við sínum egna navni David Lee Stone, men flestu við rithøvundanavninum David Grimstone. Eftir at hava gingið í Trinity Primary School í Ramsgate og St. George´s Foundation School í Broadstairs, hevur hann havt eina rúgvu av ymsum arbeiðum. Gladiatordrongurin 1 Flýggja frá tí ónda. Gladiatordrongurin 2 |
David Grimstone-bøkur merktar við "Trælur" David Grimstone er enskur rithøvundur, føddur í Margate 25. januar 1978. Hann hevur higartil skrivað 25 bøkur, summar við sínum egna navni David Lee Stone, men flestu við rithøvundanavninum David Grimstone. Eftir at hava gingið í Trinity Primary School í Ramsgate og St. George´s Foundation School í Broadstairs, hevur hann havt eina rúgvu av ymsum arbeiðum. Gladiatordrongurin 1 Flýggja frá tí ónda. Gladiatordrongurin 2 |
David Melling-bøkur merktar við "Ítriv" David Melling er enskur myndprýðari og rithøvundur. Hann byrjaði at tekna fyri bløð og lýsingarfyritøkur í 1986, og í 1993 teknaði hann fyrstu ferð eina barnabók. Sína egnu myndabók teknaði og skrivaði hann í 2002. Hann býr í Oxford við konu og tveimum børnum. Útgáva: 2014 Klemmiligi Klæmint Klemmiligi Klæmint og vinir. Ítrivsbók Mín fyrsta ítrivsbók um Klemmiliga Klæmint |
David Melling-bøkur merktar við "Klemm" David Melling er enskur myndprýðari og rithøvundur. Hann byrjaði at tekna fyri bløð og lýsingarfyritøkur í 1986, og í 1993 teknaði hann fyrstu ferð eina barnabók. Sína egnu myndabók teknaði og skrivaði hann í 2002. Hann býr í Oxford við konu og tveimum børnum. Útgáva: 2014 Klemmiligi Klæmint Klemmiligi Klæmint og vinir. Ítrivsbók Mín fyrsta ítrivsbók um Klemmiliga Klæmint |
Hon var fødd sum teknari, heldur hon. Hon las byggifrøði nøkur ár, men fór so at arbeiða í einum filmstudio, sum gjørdi animatiónsfilmar. Har var hon í fimm ár. Hon fall fullkomiliga fyri Føroyum og seliga Mykinesi fyrstu ferð, hon var og vitjaði her, og síðan hevur hon vitjað aftur fleiri ferðir. Á einum á hesum ferðunum møtti hon Vár í Mykinesi, tær fóru at práta, og tað so væl, at tær samdust um at fara at arbeiða við einari bók, sum Vár hevði skrivað um lundar. Og nú er so bókinLuddi og Lundisavorðin veruleiki. Myndprýðingar: 2018: Luddi og Lundisa (Vár Berghamar Jacobsen) 2019: Luddi og Lundisa, 2. upplag 2019: Luddi og Lundisa spegla sær 2020: Luddi and Lundisa (Marita Thomsen týddi) 2020: Luddi og Lundisa og ein risapisa |
Hon hevur spælt við í fleiri Harry Potter filmum, men serliga kend er hon fyri at hava vunnið eitt hav av virðislønum fyri aðrar filmar, hon hevur havt leiklutir í. Serliga nógvar virðislønir hevur hon fingið fyri Howards End (1992), The Remains of the Day (1993) og Sense and Sensebility (1995). Útgávur: 2012 Nýggja søgan um Petur kanin |
Hjalmar Didriksen Apol er føddur í 1975, hann er uppvaksin í Havn og býr í dag í Hoyvík. Hjalmar er útbúgvin grafikari (2000), margmiðlasniðgevi (2004) og námsfrøðingur (2012). Hjalmar hevur frá barnsbeini av verið sera kreativur, teknað nógv og verið hugtikin av bæði list og søguforteljing, tí lá tað til høgrabeinið at útbúgva og nema sær eitt yrki innan fyri layout og sniðgeving. Hjalmar fór aftur á skúlabonk í Keypmannahavn í 2009, har teldan bleiv skift út við menniskju, tí her nam Hjalmar sær útbúgving sum námsfrøðingur við sergrein innan serøkið. Í dag arbeiðir Hjalmar við menniskjum við sálarligum avbjóðingum. Grafiska yrkið er í dag eitt frítíðarvirksemi. |
Ein ítrivsbók til tín, sum vilt læra teg (meira um) klokkuna! Í bókini eru nógvar stuttligar uppgávur við góðum og stuttum frágreiðingum og litríkum myndum. Í bókini lærir tú um: klokkuna, tímar, minuttir, heilar og hálvar tímar og korter og tíðina sum hugtak-samdøgrið, vikur, mánaðir og ár vanligu klokkuna og talgildu klokkuna klokkutíðir um náttina og klokkutíðir um dagin. Tú kanst venja við eini veruligari klokku við at flyta pinnarnar á ymsar klokkutíðir. Við fleiri enn 50 litríkum klistirmerkjum at seta í bókina. Góða skúlabyrjan! |
Johan Harstad-bøkur merktar við "Rúmdin" Johan Harstad er norskur rithøvundur føddur 10. februar 1979 í Stavanger og búsitandi í Oslo. Fyrsta útgávan hjá Johan Harstad var stuttprosasavnið Herfra blir du bare eldre og árið eftir kom stuttsøgusavnið Ambulanse. Fyrsta skaldsøgan var Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? |
Johan Harstad-bøkur merktar við "Science fiction" Johan Harstad er norskur rithøvundur føddur 10. februar 1979 í Stavanger og búsitandi í Oslo. Fyrsta útgávan hjá Johan Harstad var stuttprosasavnið Herfra blir du bare eldre og árið eftir kom stuttsøgusavnið Ambulanse. Fyrsta skaldsøgan var Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? |
Judith Fathallah-bøkur merktar við "Sálarsjúka" Judith Fathallah er enskur rithøvundur, fødd og uppvaksin í Penylon í Cardiff, gekk í St. David´s Catholic College og lesur í løtuni enskt á Emmmanuel College í Cambridge, har hon serliga hevur áhuga fyri renesansuni og skaldskapi frá tjúgundu øld. Henni hevur altíð dámað sera væl at skriva og í bókini Att temja apuna letur hon persónin Jessicu fara ígjøgnum upplivingar sínar av sjúkuni. Judith Fathallah stríddist við anorexia nervosa, tá hon var 13 ára gomul, hon var innløgd á sálarsjúkrahús fyri at fáa bast sjúkuni. Nú er hon 22 ára gomul og fullkomiliga komin fyri seg. At temja apuna er fyrsta bók hennara. |
Eru tit klár til eitt nýtt umfar av hungursleikum? Ríman um sangfuglarog slangur er fyrsta bókin í nýggjum tríverki, sum gongur fyri seg áðrenn søgan um Katniss byrjar. Vit fara aftur í tíð, aftur um óndskapin og inn í Panem, sum sleikir síni sár eftir stóra kríggið við sýslurnar. 18 ára gamli Snow skal vera vegleiðari í 10. hungursleikunum–og sigurin er einasti kjansurin fyri einari bjartari framtíð. |
Kríggj í ungdómsbókum-bøkur merktar við "Flóttafólk". Kríggj í ungdómsbókum. . . . Søgan snýr seg um gentuna Aminu, sum verður noydd at flýggja einsamøll undan krígnum tvørtur um hav í einum báti. Báturin hvølvist, og meðan Amina søkkur, hoyra vit søgu hennara. Í bókini siga myndirnar í stóran mun frá hendingunum, og hetta ger søguna stilla og nemandi. Janne Teller hevur skrivað søguna av nýggjum til hvørt einstakt land, ið hevur týtt bókina, og í føroysku týðingini eru føroyingar í kríggi við hetlendingar og orknoyingar. Bókin er týdd til mong ymisk mál og verður nógv brúkt í undirvísingarhøpi í mállærugreinum og samfelagsfrøði. Bókin hevur skap sum eitt pass–eitt grønt pass í okkara føri–og hetta sniðið leggur upp til eina ørgrynnu av spurningum. Hesar bøkurnar geva innlit í ávís søgulig tíðarskeið, men eisini tey menniskjanslig viðurskiftini, ið gerast galdandi í kríggi. . . Familjan hjá herovastanum býr beint við leguna, og drongurin, Bruno, skilir ikki, hvat fer fram í leguni, ella hvat starvið hjá pápanum veruliga snýr seg um. Bókin verður søgd úr sjónarhorninum hjá unga dreinginum, sum sær og upplivir nógv meira enn hann skilir. . Lina Vilkas býr saman við mammuni, pápanum og beiggjanum Jonasi í Kaunas í Litava. Ein dagin broytist lív teirra fullkomiliga, tá ið NKVD-ovastar koma á gátt og taka familjuna við sær og senda tey til Sibiria saman við nógvum øðrum familjum. Her noyðast tey at arbeiða og stríðast fyri at hóra undan. Múrurin. Aðrar bøkur taka støði í veruligum kríggi, men fjala ella undirspæla staðarnøvn fyri at draga tað algongda í kríggi fram. Hetta sæst í skaldsøguni” Múrurin” eftir William Sutcliffe”, ið viðger stríðið millum Ísrael og Palestina, men einans í fáum førum vísir á ítøkilig staðarnøvn. Bókin snýr seg um 13 ára gamla Josva, sum av tilvild endar hinumegin múrin. Har broytist mynd hansara fullkomiliga av menniskjunum har og stríðnum millum tær báðar síðurnar av múrinum. |
Kríggj í ungdómsbókum-bøkur merktar við "Kærleiki". Kríggj í ungdómsbókum. . ” Zenobia” eftir Morten Dürr og Lars Horneman og” Um kríggj var í Norðurlondum” eftir Janne Teller eru tvær ungdómsbøkur, sum á ógvuliga ymiskan hátt viðgera kríggj í samtíð okkara. ” Zenobia” er ein grafisk skaldsøga, sum lýsir lagnuna hjá nógvum sýriskum flóttum í dag. . Bókin er týdd til mong ymisk mál og verður nógv brúkt í undirvísingarhøpi í mállærugreinum og samfelagsfrøði. Bókin hevur skap sum eitt pass–eitt grønt pass í okkara føri–og hetta sniðið leggur upp til eina ørgrynnu av spurningum. Hesar bøkurnar geva innlit í ávís søgulig tíðarskeið, men eisini tey menniskjanslig viðurskiftini, ið gerast galdandi í kríggi. ” Drongurin í stríputum náttklæðum” eftir John Boyne Skaldsøgan er ein rørandi søga um tveir dreingir, sum gerast vinir. Annar er sonur ein nazistiskan herovasta, og hin er fangi í týningarleguni Auschwitz. . Ein dagin broytist lív teirra fullkomiliga, tá ið NKVD-ovastar koma á gátt og taka familjuna við sær og senda tey til Sibiria saman við nógvum øðrum familjum. Her noyðast tey at arbeiða og stríðast fyri at hóra undan. Múrurin. Har broytist mynd hansara fullkomiliga av menniskjunum har og stríðnum millum tær báðar síðurnar av múrinum. |
Kríggj í ungdómsbókum-bøkur merktar við "Kríggj". Kríggj í ungdómsbókum. . ” Zenobia” eftir Morten Dürr og Lars Horneman og” Um kríggj var í Norðurlondum” eftir Janne Teller eru tvær ungdómsbøkur, sum á ógvuliga ymiskan hátt viðgera kríggj í samtíð okkara. ” Zenobia” er ein grafisk skaldsøga, sum lýsir lagnuna hjá nógvum sýriskum flóttum í dag. . Bókin er týdd til mong ymisk mál og verður nógv brúkt í undirvísingarhøpi í mállærugreinum og samfelagsfrøði. Bókin hevur skap sum eitt pass–eitt grønt pass í okkara føri–og hetta sniðið leggur upp til eina ørgrynnu av spurningum. Hesar bøkurnar geva innlit í ávís søgulig tíðarskeið, men eisini tey menniskjanslig viðurskiftini, ið gerast galdandi í kríggi. ” Drongurin í stríputum náttklæðum” eftir John Boyne Skaldsøgan er ein rørandi søga um tveir dreingir, sum gerast vinir. Annar er sonur ein nazistiskan herovasta, og hin er fangi í týningarleguni Auschwitz. . Ein dagin broytist lív teirra fullkomiliga, tá ið NKVD-ovastar koma á gátt og taka familjuna við sær og senda tey til Sibiria saman við nógvum øðrum familjum. Her noyðast tey at arbeiða og stríðast fyri at hóra undan. Múrurin. Har broytist mynd hansara fullkomiliga av menniskjunum har og stríðnum millum tær báðar síðurnar av múrinum. |
Tey, sum hava lisið bókina Undur, kenna Julian sum happaran, ið ger lívið trupult fyri Auggie. Í hesi grafisku skaldsøguni hoyra vit ótrúligu søguna um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. R. J. Palacio gjørdist heimskend fyri bók sína Undur (Wonder), sum eisini bleiv gjørd til film. Hon hevur bæði skrivað og myndprýtt hesa fangandi søguna. |
Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær nektarin úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir. Kim vil hava meira av frælsinum, ið hon upplivir í dreingjakroppinum og verður sum drongur forelskaður í Tony. Sambandið teirra millum verður merkt av spenningi og freistingum, og Kim verður drigin inn í ein heim, sum verður villari og vandamiklari. "Dreingirnir" er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag. Aftast í bókini er ógvuliga áhugaverd samrøða við høvundin um ymiskt, sum hon leggur dent á í skriving sínari, umframt stuttsøgan "Glashúsið." ”… Avgjørt ein virðiligur og spennandi vinnari av Augustprísinum.” AFTONBLADET |
Hvassi rennur framvegis undan. Vit eru tó spakuliga við at nærkast fortíð hansara, tí hann er so smátt um smátt farin at siga frá barnaárum sínum í brotum og leita fram støð og persónar, ið hava við barnaár hansara at gera. Henda fimta bókin í røðini endar í stórum spenningi, tá ið Hvassi tekur ein drong sum gísla, ein drong, ið so ella so bindur fortíð hansara saman við framtíð hansara… |
Tað er summar og alt er øðrvísi. Mammubeiggin, Símun, flytir inn hjá Henriki og mammuni. Símun og Henrik hava altíð havt eitt tætt samband, men nú er Símun sjúkur, ógvuliga sjúkur. Henrik fortelur Símuni, at han hevur mussað Kjersti, eina gentu í flokkinum, men tað hevur hann ikki. Hann tordi ikki. Nú hevur Kjersti verið og ferðast í Italia, og Henrik hugsar um, um hon man hava saknað hann. So vøkur tú ert sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða–og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. |
Bókin er ætlað ungum og er grundað á eitt fyribrigdi, sum tíanverri er sera vanligt: Hetta, at tú fært børn at kríggjast í bardaga, sum vaksin hava ábyrgd av. Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva. |
Michael Koglin-bøkur merktar við "Jól" Michael Koglin er týskur rithøvundur og journalistur føddur í 1955 í Büdelsdorf í Schleswig Holstein. Hann hevur búð í Hamburg í yvir tretivu ár. Tá ið hann var liðugur at lesa politiska vísndi, hevði hann eitt ótal av ymsum arbeiðum. Í dag starvast hann sum journalistur á ymsum tíðarrritum og bløðum og skrivar bæði barnabøkur og krimisøgur. |
Michael Koglin-bøkur merktar við "Pixi" Michael Koglin er týskur rithøvundur og journalistur føddur í 1955 í Büdelsdorf í Schleswig Holstein. Hann hevur búð í Hamburg í yvir tretivu ár. Tá ið hann var liðugur at lesa politiska vísndi, hevði hann eitt ótal av ymsum arbeiðum. Í dag starvast hann sum journalistur á ymsum tíðarrritum og bløðum og skrivar bæði barnabøkur og krimisøgur. |
Nú er fitta gentan Marin aftur at hitta í nýggju bókini "Marin fær ein lítlabeiggja" eftir Ingun Christensen. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina. Í bókini "Marin og Hjartavætturin" hoyrdu vit um Marina, sum ofta kendi seg einsamalla, tí foreldrini høvdu so ringar stundir. Tí gav langomman henni eina løgna dukku, ein hjartavættur. Ingun Christensen skrivar bøkur til børn og vaksin. Umframt bøkurnar um Marina hevur hon eisini skrivað bøkurnar "Eiturkoppaprinsessan", "Rani-vár og vónir", "Rani-Ein nýggj byrjan", "Skuggamyndir", "Garðvættrarnir gera uppreistur", "Annika í Dímun" og "Katrin í Toftum". |
Kom við Andy og Terry, nú teir hava víðkað um træhúsið, sum nú hevur fingið 13 hæddir afturat við einum vølli til radiobilar, einum skoytibana, einum palli til runuglíming, einum vektloysiskamari, einari ís-sølubúð við 78 ymsum smakkum við einum ís-sølu robotti, sum eitur Edward Ísskeiðshond og dómadags-villiniborg, sum er so fløkt, at ongin, sum er komin inn, kemur út aftur... ja, altso, ikki higartil í øllum førum. So, hvat bíðar tú eftir? Kom uppá! |
Sverre Knudsen-bøkur merktar við "Bláur krabbi" Sverre Knudsen er norskur rithøvundur føddur í Oslo í 1955. Hann hevur skrivað fleiri enn 25 bøkur til børn, ung og vaksin. Hann skrivar eisini sjónleikir, sjónvarpsleikir og filmar og týðir eisini bøkur hjá øðrum til norskt. Sverre Knudsen býr í løtuni á einum lítlum stað á einari oyggj uttanfyri afrikansku strondina. |
Sverre Knudsen-bøkur merktar við "Lættlesibók" Sverre Knudsen er norskur rithøvundur føddur í Oslo í 1955. Hann hevur skrivað fleiri enn 25 bøkur til børn, ung og vaksin. Hann skrivar eisini sjónleikir, sjónvarpsleikir og filmar og týðir eisini bøkur hjá øðrum til norskt. Sverre Knudsen býr í løtuni á einum lítlum stað á einari oyggj uttanfyri afrikansku strondina. |
Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. |
Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug (kelda: wikipedia. org). Rimarúmið er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra—kann hon? |
Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan, lívið av sær? |
Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá KVF, t. d. í jólakalendarum. Vár hevur starvast í KVF frá 1998-2012. Hon hevur undirvíst í leiklist síðan 2001 og hevur starvast í miðnámsskúlanum í Hoydølum síðan 2013. Tá ið Vár var 10 ár skrivaði hon eina søgu, sum seinni kom í bókinaHey, øll Føroya børn. Í 1999 kom fløganSøguskríniðút, har hon og maðurin, Páll Danielsen, lesa søgur. Vár hevur skrivað og leikstjórnaðLikkulikkuleia, sum var send í sjónvarpinum í 1998-2000. Hon hevur skrivað útvarpsleikinLuddi og Lundisa, ið varð sendur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005. Hon hevur leikstjórnað JólakalendaranPinki, sum Marjun Kjelnæs skrivaði til barnaútvarpið í 2005. Hon hevur skrivað útvarpsleikin: Hvar eru børnini, sum varð sendur í 2005. Leikritið til jólakalendarinJól í Grannalagnumvarð skrivað og sent í útvarpinum í 2007, og ein fløga við sangunum var givin út sama ár. Tað var beiggin, Kári Jacobsen, sum gjørdi tónleikin. Vár hevur saman við øðrum framført barnaleikinLuddi og Lundisasíðan januar 2018, og nú kemur bókin út um lundapisurnar, sum italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Útgávur: 1999: Søguskrínið–fløga 2005: Søguskrínið. 2. upplag 2018: Luddi og Lundisa 2019: Luddi og Lundisa, 2. upplag 2019: Luddi og Lundisa spegla sær |
Á bokaklubbin. fo ber altíð til at keypa fleiri bøkur. Har er ALTÍÐ opið! Treytir Tað ber bert til at keypa bøkur á heimasíðuni, um ein er limur. Bókaklubbin hevur 3 mánaðir umbýtingarrætt-vit vilja, at tú er nøgd/ur við títt keyp! Tað ber til at hava støðg á limaskapinum í 3 umførum. T. d. kostar pappbókin Mínir fyrstu litir við 36 síðum til yngsta bólk 66, -krónur, og Drápsmansapan til elsta bólk á 620 síður 238, -krónur. Hvat kosta bøkurnar? Á bokaklubbin. fo kanst tú velja millum 1000 føroyskar bøkur. |
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um miðjuna á honum. Framvegis uttan at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið kleimdi so fast um hann. Tá ið hann føldi bustirnar á snútanum á áarrossinum, visti hann, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrosinum! Villdýr hava altíð hugtikið fólk, men eins hugtakandi tey eru, eins vandamikil kunnu tey eisini vera. Álopin av áarrossinum er eitt savn við ræðuligum søgum um, hvussu villdýr hava lopið á fólk–allar søgurnar eru frá veruleikanum. Les um, hvussu illa tað kann ganga, um tú ert á skeivum stað skeiva tíð… Bókin er ein bláur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. |
Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin–klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru… Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi! Les eisini Ræðuligu søguna um Lítlu Hon. |
Ása ræðist er spennandi søga um Ásu, sum ikki dámar nýggju húsini, tey eru flutt inn í. Tey eru ísakøld, og tað hendir ymiskt løgið í húsinum. Ein fremmandur drongur situr í baðikarinum, men tað hoyrir ikki eitt ljóð frá honum. Er tað bara Ása, sum skilir, at tað spøkir her? |
Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. |
Bókin um teg-fyrsta upprunaføroyska bókin um barnið Bókin er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat–nær, hvar og hvussu–sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Í bókini er gott pláss at seta myndir inn. Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið. Eitt vakurt mátiupphang fylgir við bókini. Hvussu sá eg út, tá ið eg var lítil? Nær smíltist eg fyrstu ferð? Nær fór eg at grulva? Nær fór eg at ganga? Nær fekk eg fyrstu tonnina? |
Søgan um tey bæði ungu, hon ballettdansarinna, hann útróðrarmaður, er hugtakandi frá byrjan. Lýsingin av teimum báðu ungu, Juliu og Rúnari, er týðilig og væl skrivað: hann við snúsinum og sjóluktinum, hon við tí sterka dansikroppinum, sum kann verða steinharður einu løtuni og kettumjúkur aðru løtuna. Somuleiðis lýsingin av gamla fiskimanninum, sum ikki hevur verið til skips, síðan hann var um at sjólátast fyri 40 árum síðani. Tey bæði ungu stríðast ikki bara fyri lívinum á havinum, men eisini fyri at bjarga kærleikanum... |
Mai og Fríða eru bjóðaðar í føðingardag hjá Annu í flokkinum. Adam, sum Mai hitti í Tivoli, tá ið hon var har saman við Fríðu, kann eisini sleppa við. Men hvussu nógv leggur Adam altso í Mai? Mai veit ikki rættiliga. Og als ikki, tá ið hon av óvart sendir honum heimsins pínligastu boð á Facebook. Bókin er løtt at lesa. Um at vera næstan 13 ár og kenna seg eitt sindur til avlops, tá ið besta vinkonan hevur fingið sjeik, samstundis sum hon sjálv kanska er um at fáa sær ein. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Stevnumøtið. |
At vera superhetjan, Reyði skorturin, hevur broytt alt í lívinum hjá Lisu. Hon hevur fingið sjálvsálit fyri fyrstu ferð nakrantíð, men hon er framvegis líka einsamøll. Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum Rosenhill bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Øll uttan tann vandamiklasti skálkurin, Wolfgang. Hann er móður av at verða hóttur av Reyða skortinum, og hann hevur sett sær fyri at steðga superhetjuni, einaferð med alla. Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur sakina í egnar hendur. |
Tað lítla lambið kennir seg so einsamalt og rópar maaam-maa... Men so kemur ein kengura, sum so gjarna vil hava ein unga. Hon leggur tað lítla lambið í pungin og hoppar heim við tí. Men hvat hendir, tá ið lambið varnast, at tað er so nógv øðrvísi enn mamman? |
Eitt óhugnaligt loyndarmál kemur fram–ein ferðasníkur, sum hevur ligið krógvaður í hylki nummar 13 í Stjørnusiglaranum. Hann ætlar at brúka vápn fyri at oyða tey, honum ikki dámar, og gerast ein grummur einaræðisharri. Maria, Ari og Jóni mugu gera alt tey kunna fyri at stríðast fyri at bjarga sær og tí fantastisku og vandamiklu gongustjørnuni Kepler 62e. Og tey treingja til at fáa skjóta hjálp, tí einsamøll kunnu tey ikki vinna á tí valdssjúka ferðasníkinum. |
Nú er onnur bókin um tær báðar fittu lundapisurnar komin! Fyrra bókin, Luddi & Lundisa, ið kom út í 2018, varð sera væl móttikin. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bøkurnar, og hetta eru fyrstu barnabøkur hennara. Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðurslønina hjá Tórshavnar kommunu í 2018 fyri sítt íkast til føroyska barnamentan. Italski myndprýðarin Delia Ciccarelli hevur myndprýtt báðar bøkurnar. Í hesi bókini sleppa vit aftur við Ludda og Lundisu í lundalandið, og hesa ferð snýr tað seg um, hvussu lundarnir síggja seg sjálvar og heimin rundan um seg speglast. |
Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt. Hann droymir um at gerast eins góður fótbóltsspælari og teir bestu í heiminum, Zlatan sum oftast, men viðhvørt eisini Messi og Ronaldo. Maggi spælir við GÍF, sum hevur vunnið ein dyst, og nú er tað uppaftur stuttligari at sparka. Men so ein dag sigur venjarin, at ein nýggjur drongur kemur á liðið, og Árni, liðfelagin hjá Maggi, byrjar at vera løgin-ja, rætt og slætt óreinur. Árni broytist til at verða ein happari. |
Søgan er um Rúnu, sum býr hjá mammu síni; hon vitjar javnan pápan, sum drekkur illa. Rúna ynskir sær eina metbók, men pápi hennara hevur ikki ráð. So ger hon í staðin sína egnu metbók, og pápi Rúnu skal eisini í bókina. Hann skal nevniliga seta met í at drekka øl. Men so hendir nakað… Metbókin hjá Rúnu lýsir gerandisdagin hjá børnum, sum hava foreldur, ið drekka; søgan er skrivað úr sjónarhorninum hjá barninum. Hetta er ein góð og nemandi bók um upplivingarnar hjá eini gentu, hvørs pápi er bundin av rúsdrekka, og hvussu álvarsamar avleiðingar hetta sær fyri lívið hjá lítlu familjuni. Bókin hevur fingið sera góð ummæli, eisini av yrkisfólki, sum arbeiða við børnum hjá foreldrum, sum drekka. Aðrar bøkur eftir Morten Dürr á føroyskum eru Leið meg, Samira og Teskispælið. Tær eru eisini komnar út í krabbarøðini. Bókin er í fjórða torleikistigi og er violettur krabbi. |
Triðja bókin í einari røð av bókum um dreingin Torak og gentuna Renn, sum striðast móti óndum verum í bítandi ísoyðimørkini. Úlvurin, sum Torak kom fram á í fyrstu bókini, gjørdist úlvsbróðir hansara, og í hesari er hann rændur av óndum sálarátarum. Rithøvundurin, Michelle Paver, hevur lagt seg eftir at kanna, hvussu fólk hava livað í fyrndini og allir upplýsingar um djór og vøkstur eru somuleiðis væl og virðiliga kannaðir. Bókaverkið, sum higartil telur bøkurnar Úlvsbróðir, Andafjakkari og Sálarátari er spennandi lesnaður hjá tí, sum leggur dent á dygd. |
Nógv skal lærast fyrstu skúlaárini. Stuttligar uppgávubøkur styrkja læringina, og barnið kann fáa eina betri fatan av tí, tað lærir í skúlanum. Umframt at barnið lærir at rokna, verða fínrørslulagið, logiski sansurin og eygleiðingarevnini stimbrað við bókini. Loys uppgávurnar-Lita stuttligu tekningarnar-Finn rætta klistrimerkið til prógvið-Klipp prógvið út og hong tað upp á veggin-Ger tíni egnu roknistykki við klistrimerkjum. |
Tá ið Lilja fær nýggjar brillur, sær hon knappliga alt. Nú passar alt tað, hon altíð hevur hildið. Allastaðni eru trøll. Í hvørjum skoti og aftan fyri hvørt horn, sjálvt í postkassunum. Sjálvt ikki heima slepst undan trøllum. Og Lilja má hjálpa trøllunum. Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. |
Tveir brøður fáa vitjan av einum trølli, sum bukar og berjir teir og etur alt frá teimum. Teir megna ikki at standa ímóti tí, men so kemur Pápaleysi upp í leikin, og tá hendir tað øvuta. Pápaleysi bukar trøllið av. So kemur ein kongsdóttir upp í leikin, og hvussu er og ikki, so endar Pápaleysi við at gerast kongur. Við bókini er fløga, har Páll Danielsen lesur ævintýrið, og Kim Hansen hevur gjørt tónleik |
Teir føroysku bókhandlarnir: H. N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn bjóða við hesum til skaldsøgukapping. Skaldsøgan skal vera ein samtíðarskaldsøga og skal í høvuðsheitum fara fram í Føroyum. Søgan kann fara aftur í tíð, um tað hevur týdning fyri skaldsøguna. Treytir: Skaldsøgan skal vera á føroyskum. Handritið skal í minsta lagi vera 150 síður á 2.000 eindir, íroknað millumrúm. Handskrivað handrit verða ikki tikin við. Skaldsøgan skal ikki hava verið útkomin. Skaldsøgan skal latast inn í seinasta lagi tann 1. mars 2022. Skaldsøgan skal sendast í teldubrævi til skaldsogukapping @ mail. fo og verða merkt“ skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøguhandritini. Vinningur: Vinningurin er 75.000 kr og útgávusáttmáli við Forlag H. N Jacobsens. Vinnarin fær boð beinleiðis, áðrenn úrslitið av kappingini verður kunngjørt alment. Vinnandi skaldsøgan kemur út á Bókadøgum í 2022. Dómararnir tilskila sær rætt ikki at velja ein vinnara. Í dómsnevndini sita: Umboð fyri Bókhandlarafelagið Umboð fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum Umboð fyri Bókavarðafelagið |
Smádrongurin, ið søgan snýr seg um, eitur Álvgrímur. Mamman hvørvur med alla og letur hann vera einsamallan eftir á Brekkubø hjá tveimum hjartagóðum fólkum. Har veksur hann upp millum løgnar stavnar og viðbrekin fólk, ið øll hava tað í felag at dúva upp á „abban“ og „ommuna“. Bókin fylgir tí gløgga og viðkvæma dreinginum upp til unglingaárini, gáttina til ta vaksnu verðina, tá ið hann heldur av stað út í heimin at læra kynstrið at syngja. |
Bókin er so dyggiliga myndprýdd við ikki færri enn 175 tekningum, sum rithøvundurin hevur teknað. Peter Madsen er millum annað eisini kendur fyri at hava teknað teknirøðirnar: Valhalla og Menniskjasonurin og eisini nýggju myndabókarøðina: Trøllalív. Peter Madsen endursegði og myndprýddi, og Oddfríður Marni Rasmussen týddir úr donskum. |
Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perverterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar. Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið. |
Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum. |
Skaldsøgan snýr seg um Arvid Stjärnblom og viðurskifti hansara við tvær kvinnur, Lýdiu Stille og Dagmar Randel. Skaldsøgan fer fram í eini 15 ár, frá sumrinum 1897 til heystið 1912. Søgan endar nakrar mánaðir eftir tað, at Summarolympiadan í Stokkhólmi er av. |
Onkuntíð er gott at vera bangin… Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðsins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin–klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru… |
Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu, sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Skaranger skrivar rátt og nemandi um at bjarga lívi og ábyrgd. Hon skrivar um ørkymlan og øði, men eisini um kærleika, vón og ljósið, ið er. |
Búi roynir at vera vakin, soleiðis at tær RÆÐANDI verurnar í myrkrinum ikki koma. Men so hoyrir hann eina ríkjandi klæna rødd og sær nøkur lítil lilla fótspor. Og ikki bara tað, OKKURT hevur LOPIÐ á hansara ostatvíflís. Hvat kann tað vera? og torir Búi at finna út av tí? |
Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir úrmælingar á hvør sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiðið í Klaksvík. Líggjast í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin. Saman síggja teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa er komin í gongd, tá ið teir stovna fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir. Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá fyrrnevnda í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum. So væl gekst ikki hjá Com-Data, men tað er lítið at ivast í, at klaksvíksfyritøkan eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars. Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum. Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og nøkur onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitinum og tænastum frá Com-Data. Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelgashjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom í bæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í 1992, og størsta samfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp. |
“ En unik insiderberetning fra de hårde og uforsonlige forhandlinger i år 2000 melllem Nyrup-regeringen og Færøernes landsstyre om færøsk løsrivelse fra Danmark. For 20 år siden var rigsfællesskabet tæt på at blive opløst. Et færøsk politisk flertal havde oprettelsen af en stat som hovedmål, og henved 70% af danskerne ville også have Færøerne ud af riget. Sagen havde højeste prioritet i Nyrup-regeringen, og forhandlingerne mellem Danmark og Færøerne var yderst dramatiske. Folketingsmedlem Sjúrður Skaale var med i hele forløbet som færøsk embedsmand og bryder her den tavshed, som både den danske regering og Færøernes landsstyre har indhyllet sagen i. På fem møder forhandlede Nyrup-regeringens topministre og deres højeste embedsmænd om betingelserne for Færøernes udtræden af rigsfællesskabet. Møderne var lange og dramatiske, stemningen var giftig, og retorikken genspejlede den mistillid, der var mellem parterne. Med Skaale som fluen på væggen får vi at vide, hvad der konkret blev sagt på møderne i statsministerens egetræsværelse. Bogen giver desuden et indblik i baggrunden for Færøernes ønske om løsrivelse og de færøske forberedelser til forhandlingerne. |
Vindsamur morgun stendur um hav og land, harðbalin landsynningur. Hann ber við sær vársins órógv og gróðursemi, tarin tekur dik á seg, grasið grønkar, fiskurin rygnist, ærnar ganga kvidnar í lývætu. Eisini í manna sinni ræður gróðurmikil órógv, tí nýggj tíð er í koming, við vón og vanda, sum ikki sæst út yvir–ein rembingartíð, tá ið gamalt fer, áðrenn nýtt hevur fest rót. Framgongd ella undirgongd? Eingin veit. |
Forlagið skrivar um bókina: Efter Georg Hoffman afslører eksistensen af en hidtil forsvunden søster, går det op for Maia og Ally, at de kun har to ledetråde til at finde hende: en adresse på en vingård i New Zealand og en tegning af en helt usædvanlig, stjerneformet smaragdring. CeCe, der bor i Australien og derfor befinder sig tættest på vingården, bliver sendt af sted for at undersøge sagen. Det bliver begyndelsen på et kapløb med tiden om at finde frem til og identificere den forsvundne søster, så alle søstrene kan samles på Titanen og kaste en krans på det sted i Middelhavet, hvor Ally sidst så Pa Salts båd. Søstrenes søgen bringer dem kloden rundt, idet de én efter én forsøger at finde frem til den forsvundne søster i både New Zealand, Canada, England, Frankrig og Irland. Hver eneste gang forsvinder hun dog som dug for solen. Det lader mest af alt til, hun ikke ønsker at blive fundet… Den forsvundne søster af bestsellerforfatteren Lucinda Riley er syvende bind i hendes De syv søstre-serie. Det første bind udkom på dansk i 2016.” |
I vandkanten ved Fagralíð på øen Borðoy finder en gruppe højskoleelever liget af en mand. Den afdøde er lænket mellem to klippestykker, og fugle har hakket i liget. Journalist Hannis Martinsson erindrer dunkelt, at han engang har hørt en historie om nogen, som var fastgjort på samme måde, men til at begynde med har han svært ved at huske hvor. Snart går en dødedans i gang, som spænder fra øen Kunoy i nord til bygden Sumba i syd og med tråde til dramatiske begivenheder i Færøernes historie. Jógvan Isaksen er født i 1950 i Tórshavn, uddannet som magister i nordisk littertur og er ansat ved Københavns Universitet. Han har ud over sine kriminalromaner skrevet en række bøger om litteratur og billedkunst. |
Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. |
Í hesi útgávuni kanst tú lesa um 07 Vestur, Adrian Justinussen, Jensu K. Tórolvsdóttir, Fanny Kruse, B71 í 1989, sjey feit ár hjá TB og teir bestu ellivu hjá Hjalgrími Elttør. Tú kanst eisini koma við ein túr afturum framleiðsluna hjá Televerpinum til føroyskar dystir, síggja hvør er valdur til verjuna hjá okkara altjóða landsliði, um deyðbóltsserfrøðingarnar úr Víkingi og tað verður eisini hugt nærri at U21-landsliðnum, sum vann 1-0 á Russlandi í 2009. Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna. Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt við einum nýggjum palli, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Millum skrivararnar eru Suni Merkistein, Maria Z. Nesá, Emil L. Jacobsen, Magni Mohr, Uni Leitisstein Hansen, Áki Leitisstein Hansen, Jákup Ósá og Tróndur Arge. Við Ellivu fært tú vit eitt magasin í lekkrum sniði og printi. Fótbóltsmagasinið kemur út fýra ferðir um árið. Í mars, mai, august og novembur. |
Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina? |
Her er ein rúgva av myndum at tosa um eisini. |
Fjallanøvn eru ein áhugaverdur partur av føroyskum staðarnøvnum. Í nýggju bókini viðger Eivind Weyhe øll føroysk fjallanøvn málsliga og navnafrøðiliga. Bulurin í bókini er ein gjøgnumgongd, har nøvnini í stavrað verða umrødd og viðgjørd. Eisini er ein fakligur inngangur, sum lýsir fjallanøvn sum heild, teirra form og bygnað. Sum onnur staðarnøvn hava tey sína søgu at siga um, hvussu forfedrar okkara valdu at navngeva støð, sum høvdu týdning fyri teir í dagligum yrki á sjógv og landi. Nøvnini vóru alneyðug í tí dagliga samskiftinum manna millum. Eisini eru tey týðandi partur av okkara málsliga arvi og hava tí málsøguligan týdning. Í okkara tíð hava fjøllini hinvegin fingið alsamt størri týdning sum partur av náttúruupplivingum, og hjá mongum kann tað tá vera forkunnugt at kenna nøvnini og vita meira um søguna aftan fyri tey. Bókin er 190 blaðsíður, við fleiri myndum. Flestu myndirnar hevur Pól Sundskarð tikið. |
En af julemandens nisser får ødelagt listen over artige og uartige børn. Anders bliver inspireret af onkel Joakim til at droppe julen, men i sidste øjeblik ombestemmer onkel Joakim sig alligevel! Lille Edison opfinder en snesluger, der sluger lidt mere end bare sne. Sorteper finder en flugtvej lige op til jul. Og endelig får Fedtmule familiebesøg, der forventer at se både ham og de gaver, de har givet ham gennem tiden! Ingen jul uden masser af gode og sjove historier. I denne Disney’ s Juleklassikere får du hele 12 af slagsen! Rigtig glædelig jul!” |
Hetta er ein øðrvísi listabók. Ein bók við myndverkum, sum opnu fyri opnu lýsa tættir í ævisøgu málarans. Frá dreingjaárum, sum eru sveipt í dreymakent tám, til árini, hann roynir seg sum málari við íblástri frá øðrum, til hann torir at ganga sínar egnu leiðir og sættast við sítt egna lag. Hetta lagið bregdar tónlist og myndlist saman, og hesir báðir tættir mynda Frits læraran, kórleiðaran, málaran og bygdarmannin. |
Fróðskapur hevur givið út bók nr. 65-66 av Fróðskaparritum. Í ritinum eru ellivu vísindaligar greinar, fimm um málfrøði, tvær um samfelagsfrøði og fýra um náttúruvísindi, ein stutt fráboðan og yvirlit yvir nýggjar ph. d.-arar í 2018 og 2019. Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað. Grein hjá Beintu í Jákupsstovu er um ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum. Eisini er grein hjá Hjørdis H. Jensen og Bjørg Mikkelsen um karnitin í tvøsti og lambskjøti. Ritstjórar eru Eyðfinn Magnussen, Firouz Gaini, Hans Andrias Sølvará, Kalpana Vijayavarathan og Malan Marnersdóttir. Helgi Jacobsen og Annika Sølvará hava samskipað arbeiðið. |
Dagskaturnar bera seg øðrvísi at, og tær leypa á í flokki. Tá ið Iberis við tí hvíta hárinum kemur til býin, broytist tann vinaligi býurin og er ikki til at kenna aftur. |
Enn ein hugtakandi og. vintýrakend ferðafrásøgn frá Eriku Fatland. Hesa ferð fer hon við okkum upp í hæddirnar í Himalaia–ómataliga fjallaryggin, sum toyggir seg um fimm lond. Her verður alt blandað saman–islam, buddhisma og hinduisma og elligomul sjamantrúgv, eitt ótal av málum og serligum mentanum, sum liva sítt egna lív í avbyrgdu dølunum. Hvat kunnu vit vita um hesi menniskju í Himalaya? Einki. |
Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera? Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur. |
Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum Rosenhill bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Øll uttan tann vandamiklasti skálkurin, Wolfgang. Hann er móður av at verða hóttur av Reyða skortinum, og hann hevur sett sær fyri at steðga superhetjuni, einaferð med alla. |
Vandamiklasti skálkurin í býnum, Wolfgang, hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Leingi hevur hann roynt at fanga Lisu, og nú tykist hann vita júst, hvussu hann skal bera seg at. Lisa veit ikki síni livandi ráð–skal hon bjarga sær sjálvari, ella geva seg upp í hendurnar á rænaranum fyri at bjarga borgarstjóranum? Men brádliga fær hon óvæntaða hjálp. Spurningurin er bara, um Lisa kann líta á nýggju vinirnar? |
I Havbrevene skriver de to søstre Atlanterhavet og Middelhavet til hinanden om universet, livet på landjorden, klimaforandringerne og verdenshavenes store plan. Teksten er en alternativ skabelsesberetning, en utopi set fra havenes perspektiv, skrevet i et stærkt poetisk sprog af den anmelderroste forfatter Siri Ranva Hjelm Jacobsen og illustreret med originale grafiske tryk af billedkunstneren Dorte Naomi.” |
Romanen gør ikke meget væsen af sig, og til at begynde med virker det, som om der ikke kommer til at ske særlig meget i lynglandskabet ved søen. Man undrer sig uvilkårligt, da mor og søn på vejen i bilen kører forbi en busulykke: Det er, som Elins manglende reaktion allerede her afslører en art spærring hos hende, som om der under den rolige overflade måske er glødende lava. Efterhånden som romanen skrider frem, kommer der da også gang i handlingen, og hen imod slutningen antager Hestvík nærmest karakter af spændingsroman. Den knappe, underspillede fremstillingsform og den troskyldigt rolige overflade medfører, at uhyggen og den voksende spænding ligesom sniger sig ind på læseren.” |
Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini. At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast bókin er um tøkni og teldu, so snýr hon seg ikki beinleiðis um at læra at forrita, og dentur verður ikki lagdur á at læra nakað ávíst forritingaramboð, men roynt verður at vísa á, hvussu til ber at skilja hugtakið telduliga hugsan. Bókin er ikki ætlað børnum at sita við einsamøll, men er gjørd soleiðis, at børn og vaksin eru saman um hana. |
Myndatalvan“ Hvat eitur alt á mær?” lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti. Myndatalvan hevur A 3-stødd og er lagt við bleðli, so tað tolir at verða handfarið. Eisini vaksin, ið ikki kenna øll heitini, kunnu fáa stórt gagn av uppslagnum, ikki minst tey, ið hava tørv á heitunum í teirra starvi. Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, t. e. hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn. Miðað hevur verið eftir at gera myndatalvuna so námsfrøðiliga sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra. Alt bendir á, at børn og ung ikki longur kenna ein stóran part av hesum heitum. At hava eitt nøktandi orðfeingi hevur týdning fyri alt okkara samskifti. Ikki minst er tað støðislig vitan at duga heitini á mannakroppinum. Heitini á mannakroppinum vórðu ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt hevur verið leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini veitti Jóhan Hendrik W. Poulsen, prof. , ráð, tá ið ivamál tóku seg upp. Harumframt hevur Anfinnur Johansen, málfrøðingur, í einstøkum førum veitt ráð. Myndatalvan byggir sostatt á haldgott støði og er góðkent frálærutilfar hjá skúlum, forskúlum og frítíðarskúlum. Stigtakari er Marjun A. Simonsen, málfrøðingur, ið hevur virkið Orðafragd. Teknað tær sera góðu og neyvu myndirnar hevur roynda listakvinnan, Astrid Andreasen. Myndatalvan er í A 3-stødd. Føroyaprent hevur sett upp og prentað. Stuðlað útgávuni hevur Mentamálaráðið. |
Jack er so góður við toyleikað hjá sær, Gísjaba. GB hevur altíð verið hjá honum, bæði í góðum og ringum. Til eitt jólaaftanskvøld, tá ið nakað ræðuligt hendir–GB hvørvur. Men jólaaftan er náttin fyri undurverk og tað tapta. Ein nátt, tá ið lutir vakna til lívs… eisini leiku. Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri, og hetta er fyrsta pappírsbókin til børn, sum J. K. Rowling gevur út, síðan hon skrivaði bøkurnar um Harry Potter. Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er innbundin og 318 síður. Prísur: 250, -ISBN: 978-99972-0-723-4 Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur soleiðis um útgávuna:” Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri”. J. K. Rowling, sum gjørdist heimskend við søguni um Harry Potter, gevur út Jólagrísin, sum er eitt hjartanemandi, spennandi ævintýr um, hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum–og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí. Avbera vøkru myndirnar hevur sera væl umtókti myndprýðarin Jim Field gjørt. Jólagrísurin fer heilt vist at gerast kærkomin klassikari til alt húskið! Um rithøvundin J. K. Rowling er best kend sum rithøvundurin, ið hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter. Bøkurnar eru nú seldar í meira enn 500 milliónum eintøkum, eru týddar til eini 80 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. Hon hevur eisini skrivað filmshandrit til filmarnar um Undursom djór og har tey eru. Og so samstarvaði hon um at skriva ein sjónleik um Harry Potter sum vaksnan: Harry Potter og bannaða barnið. J. K. Rowling hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri verkini, hon hevur skrivað til børn og vaksin. Um myndprýðaran Jim Field er myndprýðari, sniðgevi og stjórnar teknmyndagerð. Hann hevur myndprýtt barnabøkur, ið eru seldar kring allan heim og hava vunnið nógvar virðislønir. Eitt nú Oi Frog og The Lion Inside og røðina Rabbit and Bear, barnabøkur eftir David Baddiel, umframt sína egnu tvímálsligu myndabók Monsieur Roscoe On Holiday. |
Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið: dagbókin |
Søgnin um kópakonuna sigur okkum, hvussu fólk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Søgnin kann eisini takast úr hesum søguliga samanheingi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. « Kópakonan» leiðir okkum inn í girnd, kærleika, kærleika, at vera øðrvísi, at vera noydd at skapa sær annan samleika, sakn og sorg, fyrigeving og revsing. |
To unge, britiske miljøaktivister bliver fundet myrdet mellem grindehvalerne efter et grindedrab i Tórshavn. Nyheden spredes i løbet af ingen tid over hele verden, og en lang række dyreværnsorganisationer ruster sig til kamp mod færingernes grindedrab. Hannis Martinsson bliver opsøgt af den britiske miljøorganisation Guardians of the Sea, der vil have ham til at finde ud af, hvem der har myrdet de to aktivister. Han siger modstræbende ja til opgaven, som viser sig at blive langt farligere, end han havde regnet med. “ Færøsk krimi med masser af humor (d).” 5 stjerner. MetroXpress” |
Forlagið skrivar:“ Hvorfor udtales ð på forskellige måder? Hvorfor og hvordan bøjes ordene? Hvordan ved man, hvad køn et ord er? Disse og andre spørgsmål besvares i dette kursus, der forklarer de grundlæggende grammatiske regler og indeholder skriftlige og mundtlige opgaver, der hjælper dig til at forstå og bruge dem. KURSUSDELTAGERE HAR SAGT:‘ Kurset er meget brugbart, jeg har fået meget mere forståelse for det færøske sprog og snakker mere grammatisk korrekt.’ ‘ Generelt er kurset rigtig godt lavet. Selvom man ikke kan huske det hele, giver det en fornemmelse af, hvad der skal bøjes.’ ‘ Man får et godt overblik over hvordan sproget er bygget op.’ ‘ Grammatik er overhovedet ikke min stærke side. Men kurset er en kæmpe hjælp.’” . |
Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er til tey uml. 9-12 ára gomlu–ella í roynd og veru til alla familjuna! |
Eru rottur nakrantíð ákærdar fyri stuldur og hóttar við deyðarevsing í einum vanligum dómstóli? Er ein ósløkkjandi, brennandi steinur til? Eru børn fødd í rúmdini, og vóru tað vaksin, sum fyrst brúktu suttu? Her eru 14 spennandi og løgnar søgur. Les, hugsa, met um royn so at gita, hvør søga er røtt, og hvør er rong. Tann, sum ljóðar sonn, kann vera rong, og tann, sum ljóðar rong, kann verða røtt. At enda fært tú hugskot til, hvussu tú kanst gera tína egnu rongu ella røttu søgu. |
Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og ringt. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á ella vísa í tí aldrinum. Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum. Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum. Hetta er onnur bókin í røðini, tann fyrsta kom í 2019: Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur. Bókin er ment í samstarvi við átaki, Betri vinir-Fri for Mobberi, hjá Barnabata, Mary Fonden og Red Barnet. Týðari: Sonne Smith, Vagnur Streymoy, Steintór Rasmussen Teknari: Lea Letén |
Tað er stuttligt at droyma. Altso, ikki sum tú gert um náttina, men dagdroyma. Knappliga kunnu dagdreymar gerast veruleiki. vit mugu minnast til at droyma við opnum eygum. Men hóast tað er ein stórur dreymur, kanst tú væl gerast eitt sindur stúrin, um tú skalt møta pápa tínum fyri fyrstu ferð. Tí hvat nú, um tú ikki passar inn í lívið hjá honum? Ella øvut? Ella um dreymurin verður eott vónbrot? Og hvussu er tað í grundini bæði at skula vera hjá mammu síni og pápa sínum? |