Unnamed: 0
int64
0
437k
Text
stringlengths
22
410k
1,000
Man hevur hoyrt um samkynd líka frá teimum elstu skrivunum, sum eru funnin, so tað er als ikki nakað nýtt, at tey liva millum okkara. Nú finna tey seg bara ikki longur í, ikki at hava somu rættindi eins og onnur fólk, ið ynskja at liva saman sum hjún. Og alt gott við tí. Men hvat er tað, sum definerar hjúnalag? Sæmbart orðabókini Sprotin, er hjúnalag eitt "Løgfest samband millum mann og kvinnu". Sæmbart Bíbliuni, er hjúnalagi ein sáttmáli við Guð. Bíblian vísur eisini á, at tað, at liva sum samkyndur, er synd. Hetta fær nógv at spyrja; hví vilja samkynd yvirhøvur giftast?
1,001
Sjálvandi er tað, at vera samkyndur, ikki treytað av at vera guðloysingur, men nógv vilja vera við, at samkynd áttu heldur at uppfunnið eitt nýtt og egið slagi av vígslu, fyri at sameina tey sum pør.Tó ber her eisini til at seta spurningin, hví vilja tey hinskundu giftast í kirkju, húsi Guðs, og føra fram sáttmála við Honum, sum einki samband hava við Hann?
1,002
Heini í Skorini vísir í tíðargrein sínari á, at fólk, sum eru ósamd viðvíkjandi at geva samkyndum rættindi til at giftast, nýta eisini ofta ta "Famøsu glíðibreytina" sum grundgeving. Hesa snildu nýtti Rúni Rasmussen eisini, í áður nevnda tilmælinum, sum hann sendi løgtinginum. Tað, sum hann vísur á, í samband við myndataluni av glíðbreytini, er, at eitt uppskot kann slóða fyri eini katastrofalari ketureaktión, verður tað samtykt. Men Heini finnist at grundgevingum Rúna Rasmussens, og sigur, at ".tað er eingin logiskur samanhangur ímillum eitt separat uppskot (vígsla fyri samkynd) og eitt annað separat uppskot (polygamy)." Eisini sigur hann, at hesin hugsunarhátturin er einans við til at flyta fokus, ".tá grundgevingarnar ímóti verandi uppskoti eru so veikar, at alt møguligt annað má blandast uppí."
1,003
Allarhelst vita vit um mong, sum Rúni Rasmussen, soleiðis sum Heini í Skorini vil lýsa hann; við nógvum staðfestingum og niðurstøðum, men fáum grundgevingum og einki fast grundarlag.Tað vísur seg tó, at tað eru ikki bert kirkjuligir politikkarir, sum geva ljóð frá sær. Føroyski ungdómurin er av álvara byrjaður at gera um seg - bæði á skúlum og serliga á facebook hevur íðuliga verið kjakast um hetta evnið. Ein av teimum ungu, sum ikki hevur verið bangin fyri at almennakunngjørt sínar hugsanir, er 17 ára gamli Eyðstein Zachariasen úr Streymnesi. Eyðstein er trúgvandi, og meinar, at fáa tey samkyndu rætt til borgarliga vígslu, fer tað ikki at steðga. Tað næsta verður, at fólk vilja hava fleiri menn og konir - ella hvør veit, kanska enntá giftast við systkjum sínum. Er talan ikki um frælsi? Við hesum meinar Eyðstein, samt mong onnur, trúgvandi sum guðloysingar, at hjúnabandi missir virðið.
1,004
Hóast hugtakið um glíðibreytina oftast verður lýst neiliga, og Heini í Skorini sjálvur týðiliga ikki dámar hugsanina um hana, varpar hann eisini ljós á ta góðu glíðibreytina. Hann gevur henni heiðurmikið umdømi í søguligum høpi; uttan hana, hevði Upplýsingartíðin í 17og øld ikki eydnast, og londini á okkara leiðum høvdu ikki verið so mikið framkomin, sum tey eru í dag.
1,005
Men ein glíðibreyt er glerlokað, og flytir seg bert omaneftir. Ferðin er ókend. Hvussu kunnu vit tryggja okkum, hvørjar fylgir ein slík avgerð fer at hava? At broyta nakað so grundleggjandi sum "mammu og babba"-hugtakið? Niðurstøðan er tann, at tað ber als ikki til at spáa, av tí at hetta er so nýtt fyri allan heimin.
1,006
Sum úrslit av hesari góðu glíðibreytuni, hava mannarættindini við tíðini sigra meir og meir, og eru vorðin eyðkennis høvuðsmál fyri flestu londini - í hvussu so er í vesturheiminum. Við hesum, hevur serliga talufrælsið gjørt um seg í seinastu tíðini. Bara eg nevni "París", veit eg, at "Charlie Hebdo", "Bataclan" og "terrorisma" rennur tær kalt eftir rygginum. Vit fara longur aftur í tíðina, og venda okkum burtur frá revolvara-skotum og ræðuleikum, til flaksandi ælabogafløgg og skeggafrúur; nevniliga, Eurovision
1,007
Tað var tá, fjøldin flaggaði og fagnaðist; ikki fyri tjóð sínari, men fyri seksualitetinum. Tað var tá, fjøldin "boo-aði" fyri óseku, russisku sangfuglunum, og klappaðu fyri skeggadamuni í tí langa, reyða kjólanum.
1,008
Sjálvandi er tað gott, at tey samkyndu ikki longur noyðast at pínast fyri livihátt teirra. Øll menniskju eru ymisk, og menniskja trívist best, er tað viðurkent, so sum tað ynskir at vera. Og við mannarættindum og talufrælsi okkara, vilja vit eisini varpa ljós á, at øll hava rætt til, at hava sína meining. Rákið hjá LGBT sigur "Ja til kærleikan! Loyvið fjølbroytni!". Men hvør kann definera kærleikan, seta mark, tá treytin er, at man skal rúma øllum? Og loyvir man veruliga fjølbroytni, um man samstundis spottar og háðar tey, sum ikki eru samd? Fjøldin hevur yvirlutan. Fjøldin ræður.
1,009
Sum nevnt áður, var novembur dagurin, tá fyrsta viðgerðin av lógarpakkanum um at broyta hjúnabandslógina fram, til tess at loyva samkyndum at ganga í borgarliga vígslu. Enn verður vantandi drúgt tíð, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, men til ber at staðfesta, at stórar broytingar liggja fyri framman fyri okkara oyggjasamfelag.
1,010
Stuttsøgan "Hatta er ikki maður mín" er úr einum savni frá Hon er skrivað av Naja Marie Aidt, og umsett til føroyskt av Oddfríði Marna Rasmussen. Naja Marie Aidt var fødd í 1963 í Grønlandi, og hon hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Tá hon var 7 ár, fluttu hon og familjan til Danmarkar at búgva, har foreldrini blivu skild. Hon fekk sítt fyrsta barn, tá hon var 18 ára gomul. Tá hon gjørdist 25, byrjaði hon at gera meira burturúr at skriva, og savni "Tilgang" har søgan er í, kom út, tá hon var í 30'unum. Í savninum eru 16 stuttsøgur, sum viðgera dagligdagsstøður og relatiónir millum menniskju.Hendan stuttsøgan er um eina konu og ein mann, sum sita og drekka rúsdrekka á einum vertshúsi. Konan varnast brádliga, at henni ikki dámar mannin og velur at fara heim í song. Hon vaknar við, at sami maðurin, sum hon tosaði við á vertshúsinum, kemur inn í hennara íbúð. Hon verður ill og biðjur hann fara. Maðurin skilur ikki, hví hon er ill, og grulvar yvir til sofuna, har hann sovnar. Morgunin eftir er hon enn ill. Hon bankar hann, meðan hon biðjur hann fara avstað. Hann verður illur og roynur at forklára henni, at hann er maður hennara, og at hann eisini býr í íbúðini. Hann vísur henni giftis ringarnar, sum bæði hava. Hon sær ringin, men veit ikki, hvussu ringurin er komin har, tí hatta var ikki hennara maður.Søgan fer fram á einum vertshúsið og í íbúðini hjá hjúninum. Hon gongur fyri seg frá klokkan 04 um náttina (regla til uml. 30 morgunin eftir (regla , sum eru 7,5 tímar. Hon kundi verið býtt í fýra partar, eftir hvar tey eru og hvat fer fram millum tey. Fyrsti partur kundi verið á vertshúsinum, og tá hon fer heim, annar partur tá maðurin kemur heim, triðji partur næsta morgunin, og síðsti parturin, tá hon sær á ringunum, at tey eru gift.Søgan er fortald í Persóni, innara sjónarhorn. Tað síggja vit longu í fyrstu reglu, har hon sigur "Í somu løtu skilji eg, at mær dámar hann ikki". Vit hoyra søguna gjøgnum eyguni á konuni. Tað, at søgan er skrivað í nútíð, medlit, og at hendingarnar fara fram í tíðarrøð, ger tað lættari at liva seg inní søguna, og hon verður meira spennandi. Søgan byrjar 'en medias res'. Tað fyrsta, vit hoyra, er at eini hjún, ið sita á einum vertshúsið, steðga at tosa við hvønn annan. Vit fáa einki at vita um, hvørji tey eru áðrenn hendingina. Jukeboksir vóru serliga nógv frammi í 60unum, men hjúni bleiv gift í 1986, so søgan má ganga fyri seg eftir tað. Vit fáa ikki so nógv at vita, sum vísur á eitt tíðarskeið, men søgan kundi gingið fyri seg í 90unum, tá hon kom út, tí tá vaks talið av hjúnarskilnaðum. Konan koyrur sigarettirnar í taskuna. Hon kann hava roykt inni á vertshúsinum. Um hon hevur tað, so gongur søgan fyri seg áðrenn 2007, tá tað bleiv banna at roykja inni á almennum støðum. Annars er søgan ógvuliga tíðarleys og viðgerð eitt hjúnarband. Sambandi teirra millum kundi gingið fyri seg næstan nær og hvar sum helst. Í tekstinum er nógv teknseting, og orðini eru negativt lødd. Vit hoyra søguna gjøgnum konuna, sum hugsar neiliga. Orðini eru løtt at skilja, men myndamálið er eitt sindur trupult. Málið kundi verið gerandisligt talumál millum fólk, sum eru ill í sær. Huglagið er eitt sindur ironiskt. Tá ein lesur søguna, er tað í fyrstuni trupult at skilja hvat fer fram. Ofta heldur ein við høvuðspersóninum, tað ger ein eisini í hesi søguni, men bara til endan av søguni, tá skilur ein, at maðurin má vera maður hennara, og at hann tískil hevur rætt og ikki hon.
1,011
Persónarnir, ið vit møta eru ein kona og ein maður. Konan fer ógvuliga illa við manninum og er órímulig mótvegis honum. Hon sparkar hann og roynur at hála hann út. Hon sigur, at hon kundi havt dripi hann. Hon skríggjar eftir honum og grætur. Dagin eftir bukar hon hann og oysir eina spann av vatnið á hann. Vit síggja hana bara í einari støðu, men atbururin hjá henni kundi heilt víst peika á, at hon kundi verði sálarliga sjúk. Í reglu 14, eftir at hon er farin, tí hon ikki orkar hann meira, sigur hon "Hetta hevur verið ein sovorðin langur vetur", sum er myndamál. Tað vita vit, tí at tað verður ljóst klokkan 04 í søguni, sum fortelur, at tað er summartíð. Við langa vetrinum, sipar hon nokk til teirra forhold ella eina trupla tíð, sum hon hevur verið ígjøgnum. Konan kundi eisini havt rúsdrekka trupulleikar, hon er ikki farin til arbeiðis, og tað er ikki so smart hjá teimum at drekka so illa, dagin áðrenn hon skal arbeiða. Í reglu 15 og 16 sigur hon, ".so nógvir eru farnir niðurum í teirri vón, at heimurin fór at sýnast ljósari." Tað er myndamál og sipar eisini til, hon drekkur fyri at alt skal verða betur.
1,012
Maðurin, sum eitur Hendrik, verður lýstur ógvuliga neiliga av konuni. Um bara verður hugt eftir hansara gerðum, so uppførir hann seg fínt. Hann verður illur, tá hon ætlar sær avstað, og verður eitt sindur irriteraður næsta dagin, tá hann skilur, at hon veruliga meinar tað og tá nýtur hann ljót orð, men hann hevur ikki eins óhóskandi atburð, sum hon.
1,013
Konan og maðurin vóru gift í Tá maðurin kemur heim leggur hann seg beint i sofuna at sova, sum var einki hent, so tað tykist, sum hann hevur sovið har fyrr, og at tey hava havt onkrar trupulleikar fyrr.
1,014
Eg spurdi einaferð leiðaran hjá mær og konuna, sum eru eini fyrimyndarlig hjún, hvat tað týdningarmesta var í einum hjúnarbandið. Tey søgdu, at tað var ógvuliga týdningarmikið at blíva við at virða hvønn annan. Fólkini í hesi søguni virða ikki hvønn annan. Konan vil ikki vera saman við manninum, hon heldur at alt, sum hann ger og er, er galið, og at hann er trupulleikin. Hon heldur, at hon kann fara við honum, sum hon vil og misnýta hann.Maðurin vísur ikki interessu fyri kenslunum og atburinum hjá konuni. Hann lurtar ikki eftir henni og tekur hana ikki seriøst, hann skemtar, tá hon er ill, men hann kallar hana eisini eina mer og biðjur hana taka seg saman. Hann dugur ógvuliga illa at spegla hennara kenslur. Tey duga heldur ikki at seta hjúnarfelagan framum seg, ella at seta seg inn í støðuna hjá hinum, men irriterast bara inná hvønn annan t.d. tá hann bara flýtir seingjarklæðini, hugsar hon ".hann rotar i seingjarklæðunum a ein gruiliga andstyggiligan hatt."
1,015
Teirra forhold kundi verið atvoldin til, at hon er blivin sjúk. Grundin til, at hon ikki kennir mannin, kann vera, at hann er broyttur. Hon vil í hvussu er ikki vera saman við honum av onkrari orsøk og fornoktar veruleikan, tí sjálvt tá hon sær ringin, navnið og hann, sigur hon at hatta ikki er maður hennara. Tað sigst, at forelskilsi varðar í hægst trý ár, og tá man er forelskaður, sær man ikki persónin, sum hann er. Tað kann vera, at tey eru gift meðan tey hava verið forelskaði, og tá forelskilsi er liðugt og hon sær klárt, er hon brádliga gift við onkrum, uttan at vita, hvat hon hevur gjørt og er farin inn í. Tí sum myndamálið í søguni sigur ".Ein gullringur situr skrúvaður niður í kjøtið". Tá man verður giftur gevur man eitt lyfti um at vera saman restina av lívinum. Konan fatar tó ikki, at tey eru gift. Hon niðurbrýtur teirra forhold og vil ikki vera saman við honum, sum passar væl til tíðarskeiði, sum søgan er skrivað í. Tema í stuttsøguni er hjúnaband og rákið er realisma, tí søgan er veruleikakend.
1,016
Rithøvundurin fekk sítt fyrsta barn, sum 18 ára gomul. Tey fingu trý børn og gjørdu alt fyri, at ikki gera tað sama sum foreldur hennara høvdu gjørt, sum blivu skild. Tað eydnaðist tíverri ikki, og tað var hon ógvuliga kedd av. Skildsmissa hevur verið eitt evni, sum hon hevur hugsað nógv um, og hon hevur skrivað nógv um skildsmissu. Tað er eitt relevant evni, tá so nógv skiljast. Tað er keðiligt at hjúnarbandi ikki longur er ein stovnur sum er varandi. Fólk tykjast ofta at gloyma at lyfti eisini er galdandi í teimum ringu tíðunum, og tá tey ikki elska hvønn annan.
1,017
Skrásett parlag fyri tvey av sama kyni er eitt tað heitasta og mest aktuella evni bæði í Føroyum og í heimshøpi; talan er um eitt evni, sum av álvara fær føroyingar at gera vart við sína hugsan. Hjúnabandslógin ímyndar meira enn bert væntandi rættindi hjá einum minniluta; hon er vorðin ein ímynd av uppgerðini við tað konservativa og
1,018
Í januar 2014 útgav Sosialurin eina tíðargrein við navninum "Hurrá fyri glíðibreytini", ið varð skrivað av Heina í Skorini. Tíðargreinin er ein roynd at fáa føroyingar at skilja, at eisini samkynd eiga at hava atgongd til tey rættindi og tær skyldur, sum hjúnabandið veitur.
1,019
Í tíðargreinini viðger Heini eitt tilmælið, sum Rúni Rasmussen sendi løgtingslimum viðvíkjandi uppskoti um at broyta hjúnabandslógina. Rúni meinar, at ein broyting í hjúnabandslógini ørkymlar fatatnina av hjúnabandinum sum instutitión og heitir á løgtingslimir um at stuðla og verja hesa instutitión. Sambært Heina snýr meginparturin av tekstinum hjá Rúna seg um, hvussu gagniligt og uppbyggjandi hjúnabandið er, men verður hjúnabandið minni gagniligt og uppbyggjandi, um samkynd sleppa uppí?
1,020
Ávirkar tað hjúnabandið hjá hinskyndum, um tvey av sama kyni fara á kommunukontórið at fáa pappír uppá hvønn annan?
1,021
Fólk hava sjálvsagt rætt til persónligar áskoðanir viðvíkandi hjúnabandinum; um hjúnaband millum samkynd er moralskt rætt ella skeivt, men vit liva í einum fólkaræðisligum samfelagi, har ein og hvør hevur grundleggjandi rættindi, sum eiga at verða vird. Samfelagið má ikki virka móti hesum rættindum, uttan at tað beinleiðis skaðar nakran annan. Rættindi hjá samkyndum kann ikki við skilvísi sigast at gera seg inn á rættindi hjá øðrum borgarum, tískil er talan um eina lóggávu, sum einans viðkemur teimum samkyndu.
1,022
Hvussu ber tað so til, at føroyska samfelagið enn ikki hevur givið samkyndum atgongd til tey rættindi, sum hjúnabandið veitur?
1,023
Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at átrúnaður fyllir ómetaliga nógv í føroyska politiska rúminum. Ongastaðni í Vesturheiminum verður Bíblian nýtt á sama hátt sum her heima - tingmenn standa á landsins røðarapalli, rópa hart um Gud og bera fram gamaltestamentligar reglur.
1,024
Nøkur vilja vera við, at tað ikki ber til at skilja sundir átrúnað og politikk, tí politikkur byggir á virðir og lóggávan endurspeglar eina moralska fatan, men sum Heini nevnir í tíðargreinini: "Religión er nú einaferð tað, sum fólk gera hana til." - r. 48
1,025
Um eitt samfelag byggir á ein ávísan átrúnað, hava allir borgarar ikki neutralar karmar, og harvið verða rættindini hjá minnilutum - í hesum førið samkyndum - ikki vard.
1,026
Harafturat er átrúnaður og politikkur tvey so ólík fyribrygdi í tilveruni. Politikkur er eitt alment fyribrygdi, meðan átrúnaður hevur við tað privata og persónliga; talan er so statt um tvey øki við hvør sínari uppgávu, og tí meini eg, at hesi fyribrygdi eiga at verða sundurskild.
1,027
Í tíðargreinini vísir Heini eisini á ta sovnevndu glíðibreytina, sum sambært Rúna førir til, at fólk fara at hava fleiri hjúnafelagir samstundis, og at systkin fara at giftast.
1,028
Hetta stendur hann fast uppá uttan á nakran hátt at vísa á dømi um, at tað er hent nakrastaðni, har samkynd hava havt henda lógliga rætt í áravís.
1,029
Heini afturvísur allan glíðibreytaróttan og grundgevur við, at "glíðibreytar-logikkurin kann í roynd og veru brúkast móti einum og hvørjum politiskum sjónarmiði. (.) Tað er eingin logiskur samanhangur millum eitt separat uppskot og eitt annað separat uppskot" - r. 116, 138
1,030
Hesum gevi eg Heina fullkomliga rætt í; tað ber ikki til at fella eitt uppskot grundað á ræðumyndir, sum verða manaðar fram. Harafturat havi eg torført við at skilja, hví tað er ein glíðibreyt, at ein minniluti av borgarum fær somu borgarligu rættindi sum onnur.
1,031
Heini nevnir eisini slóðarar sum Rosseau, Voltaire, Locke og Spinoza, sum við glíðibreytini hava verið við til at skapa ein rættvísari heim. Eisini hugleiður hann um stórar, søguligar hendingar, so sum tá kvinnur fingu valrætt og tey littu fingu somu borgarligu rættindini sum hini. Eisini tá bleiv spurt, hvat tað næsta verður? At tey sleppa at ganga í okkara skúlum og kirkjum og koyra í okkara bussum? Tíbetur eru hesi fyribrygdi broytt í dag, og nú er tað óhugsandi at vit skuldi vent aftur til tað, sum var. Sæð í einum søguligum ljósi eiga vit tí, sambært Heina, at rópa hurrá fyri glíðibreytini.
1,032
Summi vilja vera við, at hjúnaband snýr seg um at fáa og uppala børn og harvið føra ættarliðið víðari; børn eru eitt úrslit av nøring, sum einans er gjørligt fyri tvey av hvør sínum kyni, men hvat so við fólki, ið giftast á edri árum? Hóast tað er eygsjónligt fyri ein og hvønn, at parlagið teirra millum er ófruktbart av nátturuligum orsøkum, hava tey atgongd til hjúnabandið; førleikin og viljin hjá hinskyndum at nørast hevur so statt ikki týdning fyri rættin til hjúnaband.
1,033
Av somu orsøk, meti eg ikki, at manglandi førleikin hjá samkyndum at nørast, er ein skilvís grundgeving fyri at sýta teimum rættin til hjúnaband.
1,034
Samfelagið broytist skjótt í okkara tíð. Virðir og normar, sum fyri fáum árum sýndist natúrligir, kunnu í dag sýnast fullkomliga burturvið - og eisini øvugt.
1,035
Í dag hava øll Norðurlond og eisini fleiri statir í USA gingið teimum samkyndu á møti; globaliseringin herðir trýstið á konservativu, føroysku mentanina og tíðin er komin at taka til umhugsnar, hvønn týdning siðbundnu normarnir og virðini skulu hava í nýggjari tíð; lóggávan eigur at endurspegla nútíðina og tann veruleikan, sum vit liva í.
1,036
Sambært eini kanning hjá Gallup, taka heili 68% av øllum føroyingum í dag undir við, at samkynd skulu hava atgongd til tey rættindi, sum hjúnabandið veitur - eitt tal, sum er nógv hækkað innan stutta tíð.
1,037
Tey flestu eru allarhelst før fyri at síggja, at hetta ikki hevur ført til stórskaðiligar glíðibreytir og ketureaktiónir í øðrum londum, har hjúnalag millum samkynd hevur verið loyvt í áravís.
1,038
Nú 50 ára hátíðarárið er farið aftur um bak, er árligi aðalfundurin fyri framman.
1,039
2011 var á mangan hátt eitt minniligt og hendingarríkt ár, bæði landspolitiskt og fakfelagspolitiskt.
1,040
Í november var val og nýggj samgonga varð skipað. Fakfelagsrørslan, og mong onnur, stríddust móti tí álvarsomu og óunniligu ætlan at skatta okkara eftirlønir við inngjaldi - hetta fyri at fíggja eina flatskattaskipan.
1,041
Ein skipan, ið økir um sosiala ójavnan millum inntøkubólkar í landinum, og samstundis hevur við sær, at eftirlønin framyvir minkar í virði, tí hon nú verður skattað við 40 prosentum frá fyrstu krónu. Hetta, í heimsins dýrasta landi, har einasta rætta er at veita vanliga løntakaranum ein lætta í hart spenta gerandisdegnum.
1,042
Fordeilingspolitikkur er ábyrgd løgtingsins. Tá samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur í vetur, var einasta, og ófrávíkiliga, kravið frá nýggja fíggjarmálaráðharranum, at úrslitið av lønarsamráðingunum skuldi avspegla nýggju flatskattaskipanina. Hendan differentieringin skuldi sostatt inn í sjálvan sáttmálan, so limir í sama felag skuldu ikki fáa sama % ella krónutal.
1,043
Hetta, at flatskatturin skuldi síggjast aftur í einum samráðingarúrsliti, er beinleiðis álop á frælsa samráðingarrættin.
1,044
Hesin herskni bitin var tað nógv umrødda prinsippið, vit undir ongum umstøðum kundu svølgja.
1,045
Lønin er eitt úrslit av frælsum samráðingum millum javnbjóðis partar. Tí kunnu vit ikki góðtaka at slík ultimatum verða sett í sambandi við samráðingarnar.
1,046
Fordeilingspolitikkur millum inntøkubólkar í samfelagnum, eitt nú gjøgnum skattapolitikkin, er ein hin fremsta uppgávan hjá Løgtinginum. Hendan ábyrgd
1,047
skal ikki snildisliga turkast av uppá fakfeløgini. Vit hvørki kunnu ella skulu góðtaka, at lønarlagið hjá limunum verður ásett gjøgnum skattapolitikkin. Tí vit hava ikki ræðið á skattapolitikkinum, og ein skattabroyting, hækking ella lækking, kann altíð fremjast, uttan mun til samráðingarúrslitið, sum vit fakfeløg koma til.
1,048
Heldur enn at turka sína ábyrgd, og ójavnan, sum nú er skaptur, av uppá fakfeløgini, átti fíggjarmálaráðharrin at lagt uppskot fyri tingið, at broytt skattaskipanina, so lág og miðalinntøkur, sum veruliga hava tørv á einum bata, fáa ágóðan. Væl at merkja einum lætta, ið ikki verður fíggjaður við at skamfara okkara eftirlønir.
1,049
Tað hevði verið ein virðilig avgerð, ið veruliga hevði munað hjá føroysku familjunum.
1,050
Vit hava tvíhildið um frælsa samráðingarrættin. Hann er okkara og hann skal virðast.
1,051
Ein samd nevnd valdi at leingja sáttmálan í eitt ár, millum annað við tveimum sera týðandi og framatlítandi serkrøvum. Harumframt vóru ætlað inntriv í okkara hoyringsrætt strikað og differentieringin ikki staðfest.
1,052
Sáttmálin verður uppsagdur um ein mánaða. Bæði nevnd og limir eru ørkymlað um, at samráðingarnar ferð eftir ferð draga út. Hendan óskikk mugu vit til lívs. Eru partarnir ikki komnir ásamt um nýggjan sáttmála í góðari tíð, skal semingsroynd leggjast soleiðis, at tá sáttmálin gongur út nú fyrsta oktobur, er antin semja undirskrivað ella taka vit stríðið, júst sum sáttmálin fer úr gildi.
1,053
Við felagskvøðu og ynskum um eitt vár við lýggjum vindi, og góðan aðalfund.
1,054
Vit hava eina bráðfengis kunngerð frá Strandferðsluni: Vegna illveður siglir Smyril ikki., Smyril bunkrar. Vegna maskinbrek siglir Teistin ikki. Portrið í Skopun. Orsaka av illveðri koyra Bygdaleiðir ikki.
1,055
Jú, meira enn so kemur fyri, at útvarpið ber tílík boð. Tí slepst ikki undan. Veðrið má sær ráða, og onnur
1,056
viðurskifti kunnu eisini gera seg galdandi, soleiðis at Strandferðslan ikki fær hildið sínar ferðaætlanir. Í tílíkum førum leggja vit sera stóran dent á at kunna tey ferðandi skjótast gjørligt, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins.
1,057
Høvuðsarbeiðssetningurin hjá ferðslusamskiparanum er at vera við at gera ferðaætlaninar hjá skipum og bussum
1,058
og lýsa tær, bæði í pappírslíki og á internetinum, og ikki minst altíð at hava tær dagførdar. Harafturat hevur hann sera neyvt samskifti við skip og bussar, tí tað kann altíð henda, at okkurt óvæntað stingur seg upp.
1,059
Tað er serliga vetrarhálvuna at vit hoyra mest frá Strandferðsluni. Serliga hesi bæði seinastu árini hevur veðrið verið rættiliga ólagaligt, og tað hevur eisini merkt bæði skipa- og bussambandið millum oyggjar og bygdir. Jens Petur sigur, at tá veðrið tykist at øtla, ræður um at vera proaktivur, sum hann málber seg. Og tá eru tær ymisku veðurforsagnirnar sera góð amboð.
1,060
Tað var tann tíð, at vit bert høvdu útvarpið at boða frá veðurforsagnum frá DMI. Síðani kom Petur Skeel, sum var ein stórur bati, men við internetinum í dag, kunnu øll fylgja við fleiri ymiskum veðurstovum í grannalondunum. Á tann hátt ber til at gera sær eina mynd av hvussu veðrið fer at hótta sær næstu tímarnar, og hesum fylgja vit sera væl við. Ikki minst er tænastan frá Landsverki sera gott amboð hjá okkum. Hetta av teirri orsøk, at vit, í so góðari tíð sum gjørligt, kunnu taka støðu til um neyðugt verður at broyta ferðaætlanina, og kunnu tí skjótast gjørligt kunna fólk um tað. Bæði í útvarpinum, á heimasíðu okkara og gjøgnum SMS-skipanina, sum mong hava teknað seg til, og tí fáa boðini á fartelefonini, sigur Jens Petur. Tá tað snýr seg um Bygdaleiðir, verða møguligar broytingar altíð avráddar millum samskiparan og hvønn einstakan bussførara. Ein stórur partur av teimum ferðandi við Bygdaleiðum eru skúlanæmingar. Hvør einstakur buss- førari veit hvørji fólk hann hevur havt í bussinum um morgunin, og tí er tað eisini hann, sum boðar skúlunum frá møguligum broytingum.
1,061
Tá ræður um skipini er tað altíð skiparin, sum hevur avgerandi orðið. Men annars er sama mannagongdin galdandi, sum við bussunum. So skjótt avgjørt er at útseta ella avlýsa eina ferð, er uppgávan hjá samskiparanum at lýsa boðini skjótast gjørligt. Um siglt ella avlýst verður, er trygdin hjá ferðafólki altíð fremst í huganum, sigur Jens Petur og leggur aftuat, at hóast Smyril kann sigla í øllum veðri, kann trupulleikin vera, at hann ikki sleppur frá ella at bryggju í Havn.
1,062
Ein onnur orsøk til at neyðugt er at flyta fráferðina hjá Smyrli eitt sindur, er í sambandi við bunkring. Hetta kemur av, at Smyril nýtir tungolju. Hóast stytsta leið til bunkring er á Sundi, tekur tað so mikið av tíð, at neyðugt er við smávegis broytingum av ferðaætlanini. Men eisini í tílíkum føri royna vit at kunna um broyttu ferðaætlanina í so góðari tíð sum gjørligt, sigur ferðslusamskiparin.
1,063
so fólk kunnu koma til og úr oynni. Avloysaraskip er einki, og eitt og hvørt skip kann ikki brúkast á hesi farleið. Tí verður Ternan tikin úr Nólsoyarleiðini, og annað skip leigað til hesa farleið.
1,064
At illveður er orsøk til at skip ikki sigla og bussar ikki koyra, skilja og góðtaka øll. Men lítið man vera at ivast í, at tey eru mong, sum ilskast inn á tær mongu avlýsingarnar, ið eru orsakaðar av at Teistin liggur við maskinbreki.
1,065
Fær Jens Petur ikki mangan onkra skolu frá fólki, sum halda seg hava fingið í ríkiligt mát av hesi óstøðugu farleið? Og hvat hugsar hann sjálvur, tá skiparin á Teistanum ringir til hansara og boðar frá, at nú er aftur galið?
1,066
Tað er ógvuliga ymiskt hvussu fólk reagera. At fólk ilskast, er ikki meira enn natúrligt, heldur samskiparin. Men eg kann ikki annað enn kunna um støðuna skjótast gjørligt, soleiðis at fólk fáa boðini áðrenn tey fara frá húsum, um tað á nakran hátt ber til. Sjálvur kann eg ikki loyva mær at ilskast ella vísa mína misnøgd mótvegis nøkrum, og so als ikki mótvegis okkara ferðandi. Hvat eg sjálvur onkuntíð hugsið innast inni, er ein onnur søga.
1,067
Tað kemur fyri, at Strandferðslan fær onkran fyrispurning um at útseta fráferðina eitt nú hjá Smyrli orsaka av serligum umstøðum. Kann vera okkurt serligt tiltak, ella at ferðafólk við flogfari ikki røkka seinastu fráferð tann sama dagin. Til tað sigur Jens Petur Brattalíð, at tað verður bert gjørt í heilt serligum førum. Snýr tað seg um at bíða einar 10 minuttir eftir ferðafólki, kanska seinasta túrin undan høgtíð, gera vit tað vanliga, men er talan um drúgvari seinking, er tað altíð skipsleiðslan, ið avgerð um bíðað verður ella ikki. Eitt er at vera lagaligur mótvegis nøkrum, men atlitið til at halda ferðaætlanina, vigar sera tungt, sigur ferðslusamskiparin.
1,068
Í sambandi við aðalfundin verður Knut Roger Andersen gestarøðari. Knut Roger Andersen er kendur í norskum og altjóða politiskum og fakfelagshøpi. Hann er 43 ára gamal, føddur og uppvaksin í Oslo. Hann hevur verið politiskt virkin frá hann var 13 ára gamal, og hevur øll árini havt mong partapolitisk og fakfelags politisk álitisstørv. Í 12 ár umboðaði hann Arbeiðaraflokkin í býráðnum í Oslo. Í 1994 var hann EF-skrivari fyri Arbeiðaraflokkin í Oslo, var eitt skeið floksskrivari, og var frá 1999 til 2007 leiðari avaltjóða skrivstovuni hjá NFU, har hann hevði høvuðsábyrgdina av norsku hjálparætlanunum til heimsins menningarlond. Frá 2005 til 2007 var hann serligur ráðgevi hjá ST í sambandi við sáttmálan um rørslutarnað. Knut Roger Andersen hevur síðani 2007 verið ráðgevi í altjóða spurningum hjá DELTA, sum er norska fakfelagssamtakið hjá fólki í kommunalum starvi. Harumframt er hann limur í fleiri altjóða nevndum.
1,069
Starvsmannafelagnum stóð í boði ein sera avmarkað lønarhækking móti at felagið skuldi víkja frá teirri grundleggjandi meginreglu, sum frælsi samráðingarrætturin er, men tað vildi felagið ikki. Felagið vildi heldur leingja sáttmálan í eitt ár. Tað eru tó fleiri, ið hava verið iva um hví felagið gjørdi, sum tað gjørdi; tí vil felagið útgreina orsøkina til tess.
1,070
Um vit taka sonevnda prinsippið fyrst, so stóð stríðið um at varðveita frælsa samráðingarrættin, sum gjøgnum fleiri ættarlið hevur verið krúnan í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum og fakfelagsrørsluni.
1,071
Frælsi samráðingarrætturin varð skúgvaður til viks av politiska myndugleikanum, tá hesin setti fram tað ófrávíkiliga krav, at flatskattalættin skuldi síggjast aftur í úrslitinum av lønarsamráðingunum, so tey, sum fingu størsta skattalættan, eisini skuldu hava minni í lønarhækking, enn tey lægri løntu.
1,072
Í semingsuppskotinum varð ásett, at lønarhækkingin fyri lønir hægri enn 000 kr. skuldu minka og enda á einum nulli við 000 kr.
1,073
Hóast hetta kanska tykist logiskt og sámuligt, verður frælsi samráðingarrætturin á henda hátt snildisliga skúgvaður til viks og lønarhækkingin fyri hægru
1,074
So kundu vit eins væl ásett allar lønir við lóg og ikki við samráðingum.
1,075
Verður hetta kjølfest, gera vit mun á limum felagsins og binda eisini onnur fakfeløg at missa frælsa samráðingarrættin. Tað vilja vit ikki geva okkum undir.
1,076
Okkara lutur er at samráðast um lønirnar, og arbeiðsgevarin skal ikki einsæris áseta hvørja lønarhækking limirnir í felagnum skulu hava og ei heldur seta kílar millum limirnar. Heldur ikki skal arbeiðsgevarin brúka okkum at niðurbinda onnur feløg.
1,077
Tá samgongan fyri jól samtykti asosiala flatskattin, vóru øll greið yvir, at hetta fór at hava við sær størri ójavnar millum inntøkubólkarnar í landinum.
1,078
Saman við hinum fakfeløgunum mótmælti Starvsmannafelagið harðliga hesi álvarsomu skattabroyting, bæði í mun til, at eftirlønirnar skuldu bera prísin fyri ætlaðu flatskattaskipanina, umframt at skattalættarnir hvørki komu lág- ella miðalinntøkunum til gagns.
1,079
So politiski myndugleikin skal ikki leggja tað yvir á fakfeløgini at javna út tann ójavna, sum er úrslitið av hesum asosiala skattapolitikki. Hinvegin er
1,080
fordeilingspolitikkur, eitt nú gjøgnum skattapolitikkin, ein hin fremsta uppgávan hjá Løgtinginum.
1,081
Umboðini fyri fakfeløgini eru ikki vald at trýsta á reyðu og grønu knøttarnar í tingsalinum, og vit kunnu sjálvandi heldur ikki góðtaka, at lønarlagið verður ásett gjøgnum skattapolitikkin av myndugleikunum.
1,082
Fíggjarmálaráðharrin kann í morgin leggja uppskot fyri Tingið at broyta skattalógina og gera ein veruligan mun, og ikki við snildi skumpa hesa ábyrgd yvir á fakfeløgini.
1,083
Tá spurt verður, hví felagið vrakaði eina lønarhækkan á 220 kr. er at siga, at vit kundu góðtaka at eitt krónutal og ikki prosent varð sett á lønarhækkanina, tí hetta gevur lægru inntøkunum lutfalsliga meira í lønarposan. Felagið hevur eisini áður havt hækkingar í krónum.
1,084
Men upphæddin á kr. 220 kr. sum er ásett í semingsuppskotinum, og ikki við okkara góða vilja, er so lág, at tað bara vísur, hvørja virðing arbeiðsgevarin hevur fyri starvsfólkunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
1,085
Sum áður nevnt var tað prinsippið um, at hækkingin omanfyri 000 kr. skuldu verða ásett av arbeiðsgevaranum, og at samráðingarrætturin á hendan hátt varð settur til viks, ið var høvuðsorsøkin til, at vit ikki kundu taka undir við semingsuppskotinum.
1,086
Harumframt er krónutalið so lágt, at heldur ikki hetta vildu vit góðtaka.
1,087
Vit fingu 4 serkrøv við og í tingingum við arbeiðsgevarasíðuna ítøkiliggjørt serkravið viðvíkjandi førleikaviðbótum.
1,088
Bæði førleikaviðbótin og at skrivstovufólk við yrkisútbúgving nú verða flokkað í lønarflokk eru rættindi, vit hava stríðst fyri í fleiri ár.
1,089
Nevnast kann, at byrjunarlønin fyri hesi skrivstovufólk, ið eru ein rættiliga stórur hópur av limum felagsins, hækkar útvið 1000 krónur um mánaðin.
1,090
Avgerðin um ikki at fara í verkfall var als ikki løtt at taka.
1,091
Hetta snúði seg á ongan hátt um ikki at tora, tí tað skortar ikki uppá dirvið.
1,092
At Starvsmannafelagið hevur brúkt verkfallsvápnið – eisini fyri kortum – er ikki ókent.
1,093
Vit vita, at vit verða noydd at meta um, hvørjar dystir vit skulu taka, og um vit kunnu missa meira fyri minni.
1,094
Saman sendu vit sáttmálapartinum skriv og eftirfylgjandi fekk hvørt felagið sær svarskriv frá arbeiðsgevarasíðuni. Feløgini valdu at taka støðu hvør sær vegna teirra felag.
1,095
Fyri Starvsmannafelagið mettu vit at tað var reellur vandi fyri at vit vildu missa meira fyri minni, og at serkrøvini
1,096
kundu verða mist í endaligu semjuni – ella tá semingsuppskotið í ringasta føri bleiv samtykt við lóg.
1,097
Samanumtikið vildu vit ikki góðtaka, at frælsi samráðingarrætturin varð tikin frá okkum.
1,098
At vit á ófrættakendan hátt skulu tvingast at góðtaka, at lønin hjá egnum limum, og lønin hjá limum í øðrum feløgum, skuldi ásetast av myndugleikunum.
1,099
Ein 2 ára sáttmála við øllum hesum fortreytum, vildu vit ikki binda felag og limir okkara til.