Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
200 | Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 4,1 milliardir krónur. Hetta er 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør. Verður bara hugt at fiskavøruútflutninginum, er hann áleið tann sami sum í fjør. Tað er minni útflutt av makreli. 10 túsund tons í ár móti 36 túsund tonsum í fjør. Útflutningsvirðið er 100 milliónir borið saman við 420 milliónir í fjør. Hendan myndin broytist helst, tá ið komið verður longur út á árið, tí at makrelkvotan verður fiska seinni í ár enn í fjør. Laksaútflutningurin er vaksin aftur og har er útflutt fyri 2 milliardir krónur fyrra hálvár. Nøgdin er 38 túsund tons og tað er tað mesta nakrantíð eitt hálvár. Útflutningurin av botnfiskasløgunum toski, upsa og hýsu er minkaður. Mest fyri toskin, 12%, og minst fyri hýsu, har minkingin er 1%. Í nøgd er útflutningurin av hýsu tó vaksin. |
201 | Í juli í ár vóru knappliga 300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 800 í tali í juli, sum er 35% meira í mun til í fjør. Vøksturin er 4% meira enn sama mánað í Talið av innskrivingum er sostatt ikki økt eins nógv og talið av gistináttum, sum merkir, at tey vitjandi hava gist fleiri nætur. Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 75% av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 90%, sum er tað hægsta, ið hevur verið. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. |
202 | Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,2% í juni, ið svarar til knappliga 350 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,8% sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið. Í juni var arbeiðsloysið 1,2% bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,8% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum við 0,6% og í Eysturoy við 0,8%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í juni vóru 12,3% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í fjør vóru 7,3% langtíðararbeiðsleys. |
203 | Viðtalurnar í kommunulæknaskipanini í 2020 vóru stívliga 11% fleiri enn árið fyri og 46% fleiri enn fýra ár frammanundan: Í miðal vóru 3,5 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Norðoyggjum og Suðuroy Nógv flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðuroy Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016 – 2020 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum. Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2020 til 3,5 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Í 2019 vóru tær 3,1 fyri hvønn íbúgva. Munur er millum økini í landinum, tá viðtalur verða roknaðar í mun til fólkatalið. Lægst er talið í Suðuroy við 2,9 viðtalum fyri hønn íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 6, Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini frá 2019 til Í Sandoyarøkinum vóru viðtalurnar 30% fleiri, og 16% fleiri í Norðoyggjum og 15% í Suðurstreymi. Hinvegin var ein minking í Suðuroy við 2%. Her skal viðmerkjast, at tað hevur stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv. Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 95%, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og Restin er javnt býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum. Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Norðoyggjar og Suðuroy seg burturúr við 99% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Suðurstreym, har 92% vóru í dagtíð ella umleið 8% uttan fyri dagtíð. Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 24-túsund fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk. Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2020 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,6 til 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við 5,5 til 6,6 viðtalum pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. |
204 | 1\. august búðu 567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánað í ár. Juli er vanliga mánaðurin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í Vøksturin í fólkatalinum heldur tó fram, tí vaksandi burðaravlopið vigar upp ímóti minkandi nettoflytingini. Burðaravlopið síðsta árið var 314, og so høgt hevur tað ikki verið fyri hetta tíðarskeiðið síðan Hesin vøkstur stavar mest frá føðitalinum, sum er vaksið spakuliga seinastu árini, meðan deyðatalið ikki er broytt tað stóra. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu august 2020 og august Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Vestmanna kommunu, har 11 fólk fluttu úr kommununi. Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkavøksturin var 3,7 prosent, 50 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk. |
205 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar er vøksturin í løntakaratalinum nærum steðgaður upp. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í august vóru um 900 menn og 400 kvinnur í løntakaraskaranum. Meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum nærum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum, og tí minkar munurin millum kynini. Vinnugreinabólkar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir, at í 'privatu tænastuvinnunum' hómast ein lítil vøkstur, meðan vøksturin sum hevur verið í 'almennari o.a. tænastu' nú er avtakandi. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani |
206 | Innflutningurin til og við juli er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10%. Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur. Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37%. Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10% meira er innflutt av hesum vørum. |
207 | Vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum stendur ikki við |
208 | Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknaður til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. Umsetningurin av mati og drykkjuvørum er vaksin 3% frá ársfjórðingi í ár til ársfjórðing í ár. Í 2019 og 2020 var vøksturin millum somu ársfjórðingar ávikavist 13% og 11%. Fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur vísir uppgerðin hesaferð, at umsetningurin ársfjórðing 2021 í mun til ársfjórðing 2020 er lækkaður 1,4%. Lækkingin skal síggjast í mun til, at vøksturin ársfjórðing 2019 til ársfjórðing 2020 var heili 14,5 % fyri henda vørubólkin. Tíðin við koronu, tá føroyingar vóru meira heima við hús enn vanligt, hevði við sær, at sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks lutfalsliga nógv. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 0,5% frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av seldum mati og alkohofríum drykkivørum lækkað við 1,9%. Vøksturin í umsetningi fyri klædnavørur og húsbúnað er 12% frá ársfjórðingi til ársfjórðing í ár. Í mun til ársfjórðing í fjør er hækkingin fyri hendan vørubólkin 21%. Prísir á klædnavørum og húsbúnaði eru í miðal øktir 2,5% frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár, og verður lagt upp tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 18,1%. Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin ársfjórðing í ár 12,7% lægri í mun til sama ársfjórðing í fjør. Seinastu 10 árini hava prísirnir fyri hendan vørubólkin í miðal verið lækkandi, men frá ársfjórðingi í fjør til ársfjórðing í ár er prísurin fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð í miðal øktur 1,3%. Verður hædd tikið fyri hesari prísgongd, er mongdin av seldum húsbúnaði og húsarhaldsvørum lækkað 13,8% millum hesar somu ársfjórðingarnar. Miðalvøksturin í mongd av seldum húsbúnaði hevur annars verið 9,7% seinastu 5 árini og 4,3% seinastu 10 árini. |
209 | Gongd komin aftur á gistingarnar - stívliga 100 gistingar í august |
210 | Í august í ár vóru 147 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 400 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum vaks í august við 56% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Síðan korona rakti, hava føroyingar átt bróðurpartin av gistingunum, men í august áttu føroyingar einans 11% av gistináttunum. Tað er umleið á sama stigi, sum tað var í august Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru gott 400 í tali í august, sum er 84% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 4% meira enn sama mánað í Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 70% av kømrunum vórðu brúkt í august, samanborið við 52% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 89%. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Gistingar og innskrivingar higartil í ár Verður hugt at tølunum higartil, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør. |
211 | C#, Python, R og SQL Server er kjarnan í okkara KT-skipanum. Harumframt brúka vit React.js til at menna okkara brúkaraflatur við. Felags fyri okkara KT- skipanir er innheintan av dátum, dátuviðgerð, samanseting í talvur og útrokningar til hagtalsútgávu. Tín leiklutur verður millum annað at forrita transformatión av rádátum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur. Harumframt verður ein av uppgávunum at forrita góðskumetingarskipanir av dátum. Vit brúka altjóða leist at menna okkara hagstalsskipanir eftir, har starvsfólkini á Hagdeildini hava hagfrøðiligu ábyrgdina og eru oftast product owners. Samstundis brúka vit ein agilan arbeiðsleist í mun til uppgávustýring. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at forrita í C#, Python, R, SQL ella líknandi forritanarmálum. Tað er somuleiðis ynskiligt, at tú kennir til git versiónstýring. Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning. Vit bjóða Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tú fært hugsavna teg um at menna – uttan óneyðugt órógv. Nýumvældu og opnu hølini hjá Hagstovuni við tvímans-skrivstovum eru sniðgivin til endamálið. Vit hava felags matstovu saman við hinum fakstovnunum í bygninginum. Vit bjóða eitt starv, har tú fært møguleika at menna KT-skipanir, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum royndum og dugnaligum toymi á KT-deildini, sum hevur ábyrgdina at menna KT-skipanir til hagtalsframleiðslur. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum. Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda tær til Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella [email protected]. Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin oktobur Umsóknin skal sendast til [email protected]. Stutt um Hagstovuna Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði. Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum og leiðarunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Á Hagstovuni starvast 20 fólk, seks teirra starvast á KT-deildini. |
212 | Í 2005 var næmingatalið í fólkaskúlanum knappliga Tíggju ár seinni var tað minkað niður í Frá 2015 til í ár hevur verið stórur fólkavøkstur. Men næmingatalið í fólkaskúlanum vaks einans við 100 í hesum tíðarskeiðinum. 2005- Frá 2005 til 2015 vaks samlaða fólkatalið í Føroyum við 540 fólkum. Kortini minkaði næmingatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið við 361 børnum. Nógv størsta minkingin var í framhaldsskúlunum við Og í barnaskúlanum - flokk minkaði talið við 73 børnum. Tilsamans ein minking við 488 børnum. Móti hesum var ein vøkstur í forskúlaflokkum við 117 børnum. 2015- Tey næstu seks árini ( 2015 - vaks samlaða fólkatalið við 500 fólkum. Kortini vaks næmingatalið í fólkaskúlanum bert við 100 børnum. Allur vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum við 270 næmingum, meðan tað minkaði í barnaskúlanum - flokk við 128 og framhaldsskúlanum við Broytingin í næmingatali í landspørtunum 2005- Verður hugt eftir landspartabýtinum í hesum 10-ára skeiðinum, er nógv tann størsta minkingin í næmingatalinum í Suðuroy við Haraftrat minkar í Megineysturoy, Sundalagnum og Sandoyarøkinum við Ein samlað minking í hesum økjum er 493 skúlanæmingar. Upp móti hesum er bara ein lítil vøkstur í Tórshavnar- og Vesturøkinum. 2015- Í hesum tíðarskeiði, har næmingatalið tilsamans bert veksur við 101, er myndin sera fjølbroytt: ein vøkstur í Eysturoy við 107 og í Suðuroy við Í Tórshavnar kommunu veksur næmingatalið bert við Hinvegin minkar í Norðoyggjum við 73 og í Sundalagnum, Vesturøkinum og Sandoyarøkinum tilsamans við Kynsbýtið í fólkaskúlanum Heilt fram til sjeynda flokk er ein lítil yvirvág av dreingjanæmingum. Tað skiftir í og flokki við meiriluta av gentum. Men tá tað so kemur kemur til flokk og serflokkar, er stór yvirvág av dreingjum. Hvussu eru útlitini tey komandi árini? Sum nevnt frammanfyri, so er næmingatalið í fólkaskúlanum ikki økt, heldur minkað eitt sindur tey síðstu fimtan árini, hóast tað er nakað ymiskt, hvussu gongdin hevur verið í ymsu økjunum í landinum. Í framrokningini hjá Hagstovuni av fólkatalinum sæst, at í aldursbólkinum 5-15 ár er ein lítil vøkstur tey næstu 10 árini við umleið Ein triðingur av vøkstrinum verður í Tórshavnar kommunu, og tveir triðingar í øðrum kommunum í landinum. Hyggja vit 20 ár longur fram í tíðina, vísir framrokningin eina lítla minking í hesum aldursbólkinum. Tað er Tórshavnarøkið, ið hevur eina lítla minking og ein lítil vøkstur uttan fyri Havnina. |
213 | Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu september 2020 og Av teimum 854 fólkunum, sum løgdust afturat hetta tíðarskeiðið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu. Lutfalsliga vaks fólkatalið mest í Nes kommunu, 3,7%, tað er 51 fólk. Størsta afturgongd var í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6%. |
214 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar hevur vøksturin í løntakaratalinum verið avtakandi. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í september vóru um 000 menn og 400 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Vinnugreinabólkar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir, at vøkstur er í 'privatu tænastuvinnunum', meðan vøksturin sum hevur verið í 'almennari o.a. tænastu' er steðgaður upp. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani |
215 | Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar nú aftur. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í september áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til góð 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 16 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram og hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar aftur eftir eitt ár í stillstøðu. Vinnugreinar Trendurin vísir, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu'. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar nú aftur, meðan í 'byggivinnu o.a. tilvirking' minka lønargjaldingar. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
216 | Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Fyri einum ári síðan var samlaða prístalið 121,2, í øðrum ársfjórðingi í ár 124,6 og í seinastu uppgerðini fyri triðja ársfjórðing 124, Hetta merkir, at prístalið í dag er 3,1 prosent hægri í mun til fyri einum ári síðan og 0,3 prosent hægri í mun til annan ársfjórðing í ár. Eftir einum ári eru prísir í 10 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á mati, drekka og útbúgving eru eitt vet minni. Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum eru prísir í bólkunum ‘Býli’, ‘Flutningur’ og ‘Hotel og matveitarar’ øktir mest. Í bólkunum ‘Býli’ og ‘Flutningur’ hevur prísvøkstur á brennievni størst ávirkan og innan “Hotel og matveitarar’ hevur prísvøkstur á gisting størst ávirkan. Í umleið 4 ár undan koronufarsóttina lá árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum í Føroyum - eins og í miðal í Evropa - millum 1 og 2 prosent, men nærkaðist óbroyttari árligari prísgongd meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú aftur ein lutfalsligan stóran vøkstur, og vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuna fyri umleið 13 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum. Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir, at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu trimum uppgerðunum ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórt ískoytið frá prísbroytingum innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar til samlaða prístalið er, tá lagt verður upp fyri, hvussu nógv verður keypt av ymsu vørunum og tænastunum. Brennievni til hiting av býlum og til flutning eru partur av vørubólkinum ‘Býli’ og ‘Flutningur’. Myndin vísir, at fyri báðar seinastu uppgerðirnar er vakstrarískoytið frá hesum høvuðsbólkum størst og samanlagt 2 prosentstig av samlaða árliga vøkstrinum á 3,1 prosent. |
217 | Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,7 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11%. Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 30% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør. Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 39%. Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 8% meira er innflutt av hesum vørum. |
218 | Samlaði útflutningurin var 5,7 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,5 mia. kr. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð eisini útflutt fyri 5,7 mia. fyrstu 8 mánaðirnar. Fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin væl minni enn í 2019, men hesar seinastu mánaðirnar er meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20% lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er hægri, bæði í nøgd og virði. Laksaútflutningurin er vaksin 17% og var 2,6 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14% í virði og 17% í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði 6%, meðan nøgdin av hýsu vaks 7%. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør. |
219 | Í september í ár vóru 604 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knapt 000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum vaks í september við 79% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru góðar 900 í tali í september, sum er 87% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 15% meira enn sama mánað í Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 63% av kømrunum vórðu brúkt í september, samanborið við 40% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 75%. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Gistingar og innskrivingar higartil í ár Verður hugt at tølunum higartil, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør. |
220 | Nógv tey flestu ársverkini eiga sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru 413 ella 38% av øllum ársverkunum. Læknaársverkini eru 118 ella 11%, onnur heilsustarvsfólk 248 ella 23% og síðani eru øll onnur starvsfólk 309 ársverk ella 28%. Býtið er broytt nakað frá 2010 til 2020, soleiðis at lutfalsliga eru fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Hesi tíggju árini er størsti vøksturin í tali hjá sjúkrarøktarfrøðingum við 59 ársverkum. Men lutfalsliga er størsti vøksturin hjá læknum, har tey 32 ársverkini svara til ein vøkstur á 37%. Hinvegin er ein lítil minking hjá øðrum heilsustarvsfólkum. Býtið av ársverkum er útgreinað á 15 sáttmálaøki á myndini niðanfyri. Her sæst, at sáttmálaøkið hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er nógv tað størsta. Eisini sæst, at meðan vøkstur er í flestøllum sáttmálaøkjum, so er ein merkisverd stór minking hjá heilsurøktarunum. Heitini á flestu sáttmálaøkini siga, hvørji starvsøkini fevna um, tó uttan hjá nøkrum fáum. Hjá Starvsfelagnum fevnir sáttmálaøkið um læknaskrivarar, móttøku, skrivstovufólk og KT-fólk, umframt tey í sjúkraflutningstænastuni. Tey í arbeiðarafeløgunum starvast við reingerð, vaskarí umframt nøkur arbeiðsfólk. Tey í akademikara-, búskapar- og løgfrøðinga- og tænastumannafeløgunum eru leiðarar, fulltrúar og sálarfrøðingar. Í talvuni niðanfyri sæst, at tann stóri vøksturin í ársverkum er í seinnu helvt av tíggjuáraskeiðinum: meðan ársverkini fækkaðu við 11 frá 2010 til 2015, so øktust tey í tali við 113 frá 2015 til Nærum allur vøksturin hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er í seinnu helvt av tíðarskeiðinum. Hinvegin er minkingin hjá Heilsurøktarafelagnum nærum eins stór bæði frá 2010 til 2015 og frá 2015 til Hjá serlæknum er vøksturin javnt stórur alt tíðarskeiðið. Her sæst eisini, at umleið fimta hvørt ársverk hjá serlæknunum er serlæknakonsulentur, og hetta er galdandi í 2010, 2015 og Serlæknakonsulentar koma úr útlondum og starvast í styttri tíðarskeið í ómannaðum serlæknastørvum ella loysa serlæknauppgávur, sum fólk ikki eru til í føroyska sjúkrahúsverkinum, ella sum avloysarar. Av teimum 087 ársverkunum í sjúkrahúsverkinum eru nógv tey flestu, 840 ella 77%, á Landssjúkrahúsinum, 131 ella 12% eru á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 115 ella knappliga 11% á Suðuroyar sjúkrahúsi. Av broytingini frá 2010 til 2020 er størsti vøksturin á Landssjúkrahúsinum við 87 ársverkum, har tað er serliga stórur vøkstur av sjúkrarøktarfrøðingum og læknum. Lutfalsliga er vøksturin líka stórur á Suðuroyar sjúkrahúsi, meðan lítil og ongin vøkstur er á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har m.a. talið av ársverkum hjá læknum er minkað við einum. Viðmerking til strikumyndina omanfyri: Í 2010 varð uppgerðarhátturin broyttur. Frammanundan vóru tað sjúkrahúsini, ið bólkaðu starvsfólkini eftir starvsøki. Frá 2010 er uppgerðin grundað á upplýsingar úr Lønarskipan landsins og starvsfólkini eru bólkað eftir sáttmálaøkið. Samstundis eru broytingar gjørdar, so at t.d. sjúkraflutningsfólk og tey í Kost- og føðslufelagnum eru bólkað sum ”onnur heilsustarvsfólk”, og radiografar í sáttmálaøkinum hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. Sí annars viðmerkingar til talvuna í hagtalsgrunninum. |
221 | Lutfalsligi vøksturin í fólkatalinum er tann sami sum í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið eisini vaks við 1,5%. Sostatt hevur lutfalsligi fólkavøksturin ligið millum 1,5% og 1,8% fyri hvørt 12-mánaðarskeið í út við fýra ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 517 og einum burðaravlopi á 288, og tað er tætt við tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið skift á øki fyri oktober 2020 og Størsti parturin av teimum, sum løgdust afturat fólkatalinum seinasta árið, búgva í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Soleiðis var eisini í undanfarna tíðarskeiði. Men í hinum fimm økjunum var seinasta árið annarleiðis enn undanfarna tíðarskeið. Í Norðoya, Vága og Suðuroyar økjum vaks fólkatalið seinasta árið uppaftur meira, meðan Norðurstreymoyar og Sandoyar øki fóru frá einum vøkstri í fólkatalinum undanfarna skeið til eina minking hetta seinasta árið. |
222 | Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við Mátini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum. Talvur eru eisini, sum vísa talið á persónum í inntøkubólkum og inntøkurúmum. Lutfalsliga færri undir fátækaváðamarkinum Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fækstu nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. Sum sæst í talvuni omanfyri, so er eitt fall frá 2018 til 2019 á 2,2 prosentstig. Atvoldin til hetta er einamest, at aldursbólkurin 67+, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki - við nærum 30% okkurt árið, er fyri ein part farin upp um markið í Sigast skal, at 67+ aldurbólkurin yvirhøvur hevur ligið tætt um markið øll árini, uppgerðin hevur verið gjørd. Tað eru 9,4 prosentstig færri í aldursbólkinum 67+ undir markinum í 2019 samanborið við árið fyri. Í hagtølunum sæst eisini, at tað eru tey ið eru fleiri í húski, sum eru farin uppum, meðan fyri tey støku ið eru 67+ er støðan áleið tann sama sum undanfarin ár. Væl meira enn helvtin av teimum 67+ støku eru undir fátækraváðamarkinum. Talvan omanfyri vísir samlaða talið av persónum undir fátækaváðamarkinum fyri alt landið, men støðan og gongdin hjá ymsu bólkunum í samfelagnum er ólík. Fleiri útgreinað tøl um persónar undir fátækaváðamarkinum býtt á aldur, kyn, húskisslag eru at finna í hagtalsgrunninum. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video. Gini-talið og fimtingslutallið: Javnari inntøkubýti Tvey mát, sum kunnu brúkast at lýsa inntøkubýti í einum landi, eru gini-talið og fimtingslutfallið. Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið Í 2019 var gini-talið 22,0 í mun til 22,7 árið fyri. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin. Í 2019 átti ríkasti fimtiparturin tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtiparturin. Í 2018 var talið 3, Talvurnar omanfyri vísa gini-talið og fimtingslutfallið fyri alt landið. Gini- talið, fimtingslutfallið og onnur javnbýtismát finnast í hagtalsgrunninum býtt á aldur, húskisslag og øki. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti , har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video . |
223 | Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,9% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11,6%. Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 35% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør. Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 207 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 38%. |
224 | Í 2020 vóru 793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2020 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri. Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum. Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya. Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tú kanst lesa meira um kanningina her. |
225 | Í oktober í ár vóru 433 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 700 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum tvífaldaðist í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn trífaldaðist. Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru góðar 500 í tali í oktober, sum er 65% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 23% meira enn sama mánað í Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 48% av kømrunum vórðu brúkt í oktober, samanborið við 33% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 62%. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Gistingar og innskrivingar higartil í ár Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør. |
226 | Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 0,9% í september, ið svarar til knappliga 265 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 327 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,4% sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið. Í september var arbeiðsloysið 0,9% bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy við 0,5% og 0,6% í Vágum. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1%, í Sandoy 1,2% og í Suðuroy 1,8%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í september vóru 15,6% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í fjør vóru 9,9% langtíðararbeiðsleys. |
227 | Gongdin í fólkatalinum seinastu árini sæst í myndini niðanfyri. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í oyggjunum nov í 2020 og Fólkatalið vaks mest í Streymoynni og Eysturoynni við ávikavist 1,8% og 1,9%. Samanlagt svarar tað til 84% av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8% seinasta árið. |
228 | Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í november vóru um 150 menn og 350 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er nærum 150 fleiri menn og knappliga 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Vinnugreinabólkar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir, at vøkstur er í 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Hinvegin er vøksturin er í 'almennari o.a. tænastu' steðgaður upp. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið. |
229 | Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar aftur. Seinastu mánaðirnar hevur hesin vøksturin tó verið avtakandi. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í november áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til góð 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru um 35 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru um 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar nú aftur eftir eitt ár í stillstøðu. Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram, tó ikki við somu ferð sum áður. Vinnugreinabólkar Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønargjaldingarnar nú skjótari enn áður, meðan í 'byggivinnu o.a. tilvirking' minka lønargjaldingar. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
230 | Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 14,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 15,9%. Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør. Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkunum 'maskinur og onnur útgerð' til vinnuna og 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er ávikavist 40% og 42%. |
231 | Í fjórða hvørjum húski býr eitt fólk – hesi eru 9% av fólkatalinum |
232 | Hinvegin eru tað knappliga 500 húski ella 36% við børnum. Av hesum eru tað eini 630 húski ella 3,5%, har tað er ein vaksin við børnum. Telja vit hinvegin fólk í ymisku húskjunum, so búgva knappliga 800 fólk ella 56% av øllum í húskjum við børnum. Í húskjum við einum vaksnum við børnum (einum ella fleiri) búgva 680 fólk ella 3% av fólkinum. Húskini við tveimum vaksnum við børnum telja 700 fólk ella 29% av fólkinum, og húskini við trimum ella fleiri vaksnum við børnum telja 400 fólk ella 24% av fólkinum. Tey, sum eru 18 ár og eldri, telja sum vaksin. Millum teirra eru fleiri, sum búgva heima hjá foreldrunum. Í húskjum við trimum ella fleiri vaksnum við børnum kunnu tað t.d. vera tvey foreldur, nøkur børn sum eru yngri enn 18 ár og nøkur sum eru eldri enn 18 ár, sum telja sum vaksin. Uppgerðin er fyri Aftast í hesi grein er ein nágreiniligari lýsing av hugtakinum húski og fólkatali. Í 64% av húskjunum eru eingi børn – men húskini við børnum telja 56% av fólkatalinum Myndin omanfyri vísir stóra munin á, tá ið vit telja húski og fólk í ymiskum húskissløgum. Telja vit húski, so eru eingi børn í umleið 64% av teimum. Telja vit fólk, so búgva 56% av fólkinum í húskjum við børnum. Í myndunum niðanfyri greina vit støðuna í 2009 og 2019, og hyggja síðan at hvussu samansetingin var í 2019 eftir aldri og kyni í ymiskum húskisbólkum. Aldursbýtið millum støk Í flestu grannalondum okkara er stórur áhugi fyri serliga einum húskisbólki: tað er hvussu ein alsamt veksandi partur av fólkinum býr einsamallur. Men okkara tøl fyri gongdina frá 2009 til 2019 víkir frá gongdini aðrastaðni, tí tey ungu (18-24 ár), ið búgva einsamøll, eru fækkað. Tað skal tó sigast, at teirra partur av fólkatalinum er eisini minkaður eitt vet. Í øllum hinum bólkunum er ein vøkstur og tað fylgir nøkulunda vøkstrinum í fólkatalinum. Størsti vøksturin av fólki, ið búgva einasamøll, eru tey, ið eru 67 ár og eldri. Tríggjar ferðir so nógv støk mannfólk í ungum og miðjum árum sum konufólk Munurin í kynsbýtinum teirra millum, ið búgva einsamøll, er ógvisligur í ymisku aldursbólkunum. Millum tey sera fáu yngstu støku er ongin munur, men í aldursbólkinum 25-54 ár er ein ógvislig yvirvág av mannfólki. Tað eru 051 mannfólk borið saman við 358 konufólk. Men tað er vent í holini í aldursbólkinum 67 ár og eldri, har tað eru 757 mannfólk og 199 konufólk. Samantikið eru mannfólk á yngru og í miðárum tann alstóri meirilutin av teimum, ið búgva einsamøll. Millum tey eldru er stóri meirilutin konufólk. Ein vaksin við børnum Myndin niðanfyri vísir støðuna í 2009 og 2019 í talinum av sonevndum støkum forsyrgjarum, tvs. húski við einum vaksnum og einum ella fleiri børnum. Tað vísir ikki stórvegis aðra broyting, enn gongdin í fólkatalinum hesi árini. Hinvegin er ógvisligur munur í kynsbýtinum. Av góðum grundum er tó nøkulunda javnbýtt millum tey, sum eru yngri enn 18 ár, sum eru børnini í hesum húskjunum. Sera fá í aldrinum 18-24 ár eru støk við børnum, og tey eru øll konufólk. Hinvegin so at siga øll í aldrinum 25-54 ár. Her er kynsbýti 90% konufólk og 10% mannfólk. Tvey ella fleiri vaksin við børnum Í einum triðingi av øllum húskjum búgva tvey ella fleiri vaksin við børnum. Telja vit fólk er hetta stívliga helvtin av øllum fólkinum (53%). Í húskjum við tveimum vaksnum við børnum (myndin vinstrumegin omanfyri) eru tey so at siga øll í aldrinum 25-54 ár (størstiparturin foreldur) og yngri enn 18 ár (tað eru børnini) og . Bara umleið 250 búgva í hesum húskisslagnum í aldursbólkinum 18-24 ár og somuleiðis í eldra aldursbólkinum 55 ár og eldri. Húskini eru nakað færri í tali, tá tað snýr seg um 3 ella fleiri vaksin við børnum. Aldursbýtið í hesum húskjum er eisini nógv øðrvísi enn í húskjum við tveimum vaksnum við børnum. Í hesum húskisslagi eru børnini eisini munandi færri enn talið av vaksnum. Tað eru nógv fleiri í tí unga aldursbólkinum 18-24 ár, sum eru út við Tað kann hugsast, at av hesum vaksnu eru heimabúgvandi børn, sum eru farin upp um 18 ár og tí ikki telja sum børn. Tvey ella fleiri vaksin við ongum børnum Húskini við tveimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum eru nógv í tali – 39% av øllum, og av fólkatalinum búgva 33% í hesum húskisslagnum. Her er aftur stórur munur á aldursbýtinum, antin tað eru tvey vaksin (myndin vinstrumegin niðanfyri) ella tað eru trý ella fleiri vaksin (myndin høgrumegin). Tað er eisini stórur kynsmunur í seinna førinum. Tá ið tað eru tvey vaksin, eru tey stigvíst veksandi í tali frá teim yngstu til tey elstu. Myndin sær heilt øðrvísi út, tá ið tað snýr seg um trý ella fleiri vaksin, bæði í aldurs- og kynsbýti. Tey eru nógv fleiri í tí yngsta aldursbólkinum 18-24 ár. Nógv flest eru í aldursbólkinum 25-54 ár. Síðani eru tey færri og fækkandi í teimum eldru aldursbólkunum. Merkisverdur er her tann stóri kynsmunurin á aldrinum 25-54 ár, har tað eru meir enn 200 mannfólk samanborið við stívliga 300 konufólk. Tað kann hugsast, at nógv í hesum aldursbólkinum eru heimabúgvandi børn, sum eru farin upp um 18 ára aldur, og tí telja sum vaksin, og er sjónligt, at hesi serliga eru mannfólk. Hvussu nógv fólk búgva í miðal í hvørjum húski? Tá vit samanbera talið av húskjum í hvørjum húskisbólki við talið av fólki í somu bólkum fá vit eina miðalstødd, tað vil siga eitt miðaltal av fólki í hvørjum húskisbólki sær. Sumt er sjálvsagt, at tað eru eitt og tvey fólk í húsi í bólkunum ein vaksin uttan børn og tvey vaksin uttan børn. Annars er merkisvert, at í bólkinum ein vaksin við børnum er miðaltalið 2,7 fólk. Tað vil siga, at hesir støku forsyrgjararnir í miðal hvør hava 1,7 børn ella nærri tveimum børnum hvør. Í bólkinum tvey vaksin við børnum eru 4,2 fólk, tað vil siga gott og væl tvey børn í hvørjum húski. Í bólkinum trý ella fleiri vaksin uttan børn eru 3,4 fólk. Í miðal eru flest fólk í bólkinum trý ella fleiri vaksin við børnum, nevnliga 5,3 fólk. Vert er at viðmerkja, at umleið ein fjórðingur av øllum fólkinum býr í hesum húskisslagnum. |
233 | Samanbera vit húskini í Føroyum og Danmark, so eru í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski í Føroyum og 2,1 fólk í Danmark. Um hugt verður at býtinum millum húskisstøddir í Føroyum og í Danmark, eru stórir munir. Húski við einum vaksnum og ongum børnum eru 25% av øllum húskjum í Føroyum, meðan í Danmark eru tey 38%. Húski við einum vaksnum við børnum telja 4% í Føroyum og 6% í Danmark. Ein stórur munur millum londini bæði er at finna í teimum stóru húskjunum. Húski við trimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum eru 15% í Føroyum og 6% í Danmark. Eisini er stórur munur í húskjum við trimum ella fleiri vaksnum við børnum, 13% í Føroyum og einans 2% í Danmark. Húskini í høvuðsøkjunum Um hugt verður at landafrøðiliga býtinum av húskjum eftir húskisslagi í Føroyum, so líkist mynstrið rættiliga nógv í teim ymisku høvuðsøkjunum, tó við onkrum undantøkum. Ovara helvt av talvuni niðanfyri vísir býtið av húskjum eftir húskisslagi í ymsu økjunum. Í Eysturoy er tað serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum, ið er munandi minni enn landsmiðal. Í Suðurstreymoy eru húski við einum vaksnum við børnum størri enn í hinum økjunum - meir enn dupult so stórt sum í Eysturoy og Sandoy. Í Vága øki eru húski við tveimum vaksnum við ongum børnum nakað hægri enn landsmiðal, meðan trý vaksin við ongum børnum er nakað lægri enn landsmiðal. Sandoyar øki víkir mest frá landsmiðal. Her eru húski við einum vaksnum við ongum børnum lutfalsliga fleiri samanborið við hini økini. Hinvegin eru húski við tveimum vaksnum við børnum nógv færri enn í hinum økjunum. Í Suðuroy víkir mynstrið eisini nakað frá landsmiðal. Tað eru serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum og tveimum vaksnum við ongum børnum, sum eru nakað fleiri enn í hinum økjunum í landinum. Harumframt eru húski við trimum ella fleiri vaksnum við børnum nógv fæst her. Niðara helvt av talvuni vísir býtið av fólki í teim ymisku húskjunum. Hetta býtið er nakað tað sama sum býtið av húskjum. Eisini sæst aftur her, at serliga í Sandoyarøkinum og í Suðuroy víkir mynstrið munandi frá landsmiðalbýtinum. Millum annað eru munandi fleiri fólk í húskjum við einum ella tveimum vaksnum við ongum børnum. |
234 | Umsetningurin í virði og umsetningurin umroknaður til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri triðja ársfjórðing. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. Umsetningurin fyri mat og drykkivørur er óbroyttur frá ársfjórðingi til ársfjórðing Frá ársfjórðingi 2020 til ársfjórðing 2021 er tó ein lækking á 2% í umsetninginum. Prísir á mati og drykkivørum eru í miðal ikki broyttir frá ársfjórðingi til ársfjórðing í fjør. Umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað er hækkaður eitt vet við 1% og prísirnir eru hækkaðir 2% frá ársfjórðingi til ársfjórðing Tó er umsetningurin frá ársfjórðingi 2020 til ársfjórðing 2021 hækkaður 11% fyri klæðir og fótbúnað. Árið undan hesum tíðarskeiði, t.v.s. frá ársfjórðingi 2019 til ársfjórðing 2020, hækkaði umsetingurin fyri hendan vørubólkin 10%. Í somu tíðarskeiðum frá 2014 til 2019 var í miðal ongin vøkstur í hesum vørubólkinum. Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetninguin ársfjórðing í fjør 6% lægri enn ársfjórðing Príshækkingin hetta tíðarskeiðið hevur verið 2%. |
235 | Í november í 2021 vóru 352 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru stívliga 900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november - um 000 gistinætur. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í Hóast tað manglar enn eitt sindur í at koma upp á sama stig sum í Talið av gistnáttum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í Tó er talið nakað hægri enn í Innskrivingar Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru slakar 500 í tali í november 2021, hetta er eitt vet minni enn í Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur, og tað er meira enn trífaldað síðan november í 2020, hóast tað enn manglar eitt vet at koma upp á sama stig sum í Talið av føroyingum, ið gista á gistinarhusum, er fallið ein góðan fjórðing í mun til november í 2020, men tað er enn nakað hægri enn í Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 35% av kømrunum vórðu brúkt í november, samanborið við 26% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 46%. Í 2020 vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp og onnur útbygd, og tí var rúm fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Gistingar og innskrivingar higartil fyri 2021 Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í november í |
236 | Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu desember 2020 og Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum. Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8%. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu. Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum. |
237 | Tað eru 330 fleiri løntakarar samanborið við desember í 2020, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%. Hóast ein vøkstur í mun til desember í 2020 vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at lítil og eingin vøkstur hevur verið seinastu mánaðirnar. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð. Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum. Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara. Menn og kvinnur Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í desember vóru 475 menn og 581 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 100 fleiri menn og fleiri enn 200 kvinnur enn sama mánað árið fyri. Vinnugreinabólkar Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Hinvegin er vøksturin í 'almennari o.a. tænastu' minni enn hann hevur verið. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið. |
238 | Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%. Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%. |
239 | Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum og til flutning er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð, eins og við seinastu uppgerðini undan hesari. Tá var árliga broytingin í brúkaraprístalinum 3,1 prosent. Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Fjórða ársfjórðing í 2020 var samlaða prístalið 121,6 og í seinastu uppgerðini fyri fjórða ársfjórðing í fjør var samlaða brúkaraprístalið 125, Hetta merkir, at prístalið er økt 3,4 prosent eftir einum ári. Triðja ársfjórðing var samlaða prístalið 124, Vøksturin frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing er 0,7 prosent. Prísirnir eru øktir í tíggju av teimum tilsamans tólv yvirskipaðu vøru- og tænastubólkunum eftir einum ári. Tað eru serliga prísir á vørum og tænastum innan býli, flutning og hotel/matveiting, sum eru øktir mest við ávikavist 11,9, 4,9 og 4,1 prosentum. Prísir á klæðum og fótbúnaði eru í miðal eitt vet lægri í fjórða ársfjórðingi í fjør í mun til árið fyri og prísir á útbúgving eru lækkaðir 1 prosent eftir einum ári. Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hava tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Hjá okkum eins og aðrastaðni er høvuðsorsøkin til prísvøksturin seinasta árið tann lutfalsligi stóri vøksturin í prísi á brennievni til upphiting av býlum og til flutning. Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við korunu, eru hesir prísir øktir áhaldandi seinasta árið. Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið øktur heili 41%. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir miðal árligan vøkstur á 57%. Árligi prísvøksturin á brenni- og smyrjievni til akfør er nærum eins stórur og á 30%, ið er áleið sami miðalvøkstur sum í ES-londunum. Tá korona rakti fyri skjótt tveimum árum síðan, sást minni vøkstur í brúkaraprísum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú ein lutfalsligan stóran vøkstur, og vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum. Í mun til onnur lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, so er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á 3,4% áleið á sama støði sum onnur norðurlond. Í Finnlandi, Svøríki, Danmark og Íslandi liggur árliga broytingin í brúkaraprístalinum millum 3,5 og 3,9%, meðan árliga broytingin í Noreg er nakað hægri á 5,8%. |
240 | Koronufarsóttin ávirkaði gistingarnar nógv í Gistingarnar á føroysku gistingarhúsunum høvdu ongantíð verið so fáar í tali, síðan Hagstova Føroya fór undir skráseta gistingar í Nú 2021 er farið afturum, kann staðfestast at stór vend kom í, tí árið gjørdist metár. Øll gistingarmát, tvs. persónsgistinætur, kamarsnætur og innskrivingar, settu met. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Misjavnt í og uttanfyri Tórshavnarøki Knappliga 000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í Tað er nærum ein tvífalding samanborið við Bjarta gongdin sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru knappliga 000 gistinætur. Tað er eitt vet hægri enn í 2020, men langt frá stignum undan koronufarsóttini. Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vaks lutfalsliga nógv Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, sum gistu á gistingarhúsunum, meira enn tvífaldaðist í fjør í mun til í Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru tó framvegis nærum helvtina færri í tali samanborið við í Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í fjør góðar 500 í tali samanborið við knapt 500 í Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á knøpp 80% í mun til árið fyri. Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini eisini meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 500 í tali. Tað svarar til ein vøkstur á góð 80% samanborið við Gista serliga í samband við frítíðarferðir Um hugt verður at býtinum av innskrivingum millum frítíðarferðir og starvsferðir, sæst at tað eru serliga fólk, sum eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru innskrivingarnar í sambandi við frítíðarferðir fleiri enn 000 í tali. Hetta er eisini met. Hetta er meira enn ein tvífalding í mun til 2020 og næstan 000 fleiri enn í 2017, tá tað var hægst. Talið av starvsferðum vaks eitt sindur aftur í Men enn resta gott 000 í at koma á stigið í 2019, tá tað var hægst við gott |
241 | Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa |
242 | Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 83,6%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 85% og hjá kvinnum eitt vet minni 82%. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum nógv tann størsti í Evropa. Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 000 fólkum. Vøksturin er nakað ójavnt býttur millum kynini við umleið 200 mannfólkum og 800 konufólkum. Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Niðast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina. Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum. Onga aðrastaðni er so lítil munur á vinnutíttleikanum hjá monnum og kvinnum Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Árini frammanundan hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men nú er munurin øktur munandi hjá monnum, men serliga hjá kvinnum, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum nú er 82% og 75% hjá íslendskum kvinnum. Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Evropa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Hjá mannfólki: Tá vit samanbera úrslitini fyri mannfólk eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 83%. So er eitt glopp niður til Sveits við 80% og Svøríki við Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini er 69%. Av ES-limalondum hevur Kroatia lægsta vinnutíttleika hjá mannfólki á 63%. Belgia og Frakland hava nærum eins lágan vinnutíttleika. Hjá konufólki er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 82%, síðani er eitt lop niður til Ísland við 75%. Í Danmark er vinnutíttleikin 66%, og ES-miðaltalið er Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 33% og Italia við 48%. Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 8%-stig í Íslandi, í Danmark 7%-stig og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 9%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við vinnutíttleika á 71% hjá monnum og 33% hjá kvinnum. |
243 | Vinnutíttleikin telur partin av fólkinum millum 15 og 74 ár, sum arbeiðir ella kann veita arbeiðsmegi. Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,6% og er hægstur í Evropa. Um hugt verður nærri at vinnutíttleikanum í Føroyum, sæst at longu um 15-19 ára aldur er vinnutíttleikin bæði hjá mannfólki og konufólki um 70%. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60%, meðan í Danmark er hann knappliga 50% og um 20% í ES sum heild. Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Fyri tey 65-69 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70% hjá mannfólki og eini 60% hjá konufólki. Sama er við teim elstu, ið eru 70-74 ára gomul, har vinnutíttleikin hjá báðum kynum í Føroyum er um 30%, samanborið við 5-15% aðrastaðni. Føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr Vinnutíttleikin hjá føroysku monnunum er á næstan sama stigi sum í øðrum londum frá 25 ára aldri til langt upp í 50-ini. Munurin gerst tó serliga sjónskur í teimum heilt ungu og teim eldru aldursbólkunum. Føroysku konufólkini skilja seg burturúr. Frá ungum árum og fram til eldru árini eru tær oman fyri hini londini í vinnutíttleika. Tað er einans í aldrinum 25-29 ár, at íslendsku konufólkini eru lutfalsliga eitt sindur fleiri. Stórir munir í vinnutíttleika millum økini í Føroyum Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er myndin munandi meira fjølbroytt. Størsti vinnutíttleikin er í Norðstreymoyar og Suðurstreymoyar økjunum við 85%. Eitt vet aftanfyri er Eysturoy við gott 84%. Aftur eitt vet aftanfyri eru Norðoyggjar og Vágar við knappliga 83%. Men so er eitt glopp til sunnaru økini. Umleið 79% í Suðuroy og 76% í Sandoyarøkinum. Minsti munurin millum kynini er í Suðurstreymi við tveimum prosentstigum, samanborið við umleið fýra prosentstig í hinum økjunum í landinum. Hetta er sjónligt á myndini niðanfyri, har bæði teir reyðu og bláu stabbarnir fyri mannfólk og konufólk eru størstir í Streymoyarøkjunum, og serliga minka suðureftir. |
244 | Hagstova Føroya hevur júst gjørt tær fimm spurnakanningarnar, ið hava verið gjørdar tvær ferð hvørt ár síðan 2006, sum eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Hesar fimm kanningarnar geva ábendingar um støðu og væntanir til spurningar um m.a. fíggjarlig viðurskifti hjá húsarhaldum og fýra vinnubólkum umframt metingar um búskaparlig viðurskifti næsta árið. Samanumtikið geva hesar fimm kanningarnar eitt samanvigað treystital, ið eisini verður nevnt konjunkturbarometrið. images/220204%20M1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Í tíðini áðrenn koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan, lá treystitalið í støðugari legu, men fall síðan frá 32 til -16 í kanningini á sumri í 2020, ið er størsta fall í barometrinum síðan 2006, tá ið fyrstu kanningarnar av hesum slag vórðu gjørdar. Síðan er treystitalið aftur hækkað fyri hvørja kanning og er nú á 29, ið er nøkulunda á sama stigi sum áðrenn koronufarsóttin rakti. images/220204%20T1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Treystitalið er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá ymsu spurnakanningunum. Til kanningarnar hesaferð hækka ávísarnir mest í privatum tænastuvinnum og byggivinnuni, meðan ávísarnir í vinnubólkunum ‘Tilfeingisvinnan og annar ídnaður’ og ‘Handilvinnan/smásøla’ ikki hækka líka nógv. Ávísin hjá húsarhaldum er hesaferð 5 í mun til 10 á sumri í fjør. Tænastuvinnan Í vinnubólkinum “Tænastuvinnan” eru m.a. matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur umboðaðar. Koronufarsóttin hevur eyðsæð rakt henda vinnubólkin meint. images/220204%20M3%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Tá ið koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan lækkaði ávísin heili 66 stig, ið er størsta lækking síðan 2006 frá einari kanning til næstu. Eftir stóru lækkingina fyrra hálvár í 2020 hækkaði ávísin nakað næstu tvær kanningarnar og er til hesa seinastu kanningina 57 í mun til 9 á sumri í fjør. Kanningin hesaferð vísir m.a., at fyritøkur í hesum vinnubólki í miðal lata væl betur at gongdini undanfarna árið í mun til tær tríggjar kanningarnar undan hesari. Til spurningin um væntanir til starvsfólkatørv komandi árið, meta alsamt fleiri av fyritøkunum hesaferð, at starvsfólkatørvurin verður størri. Sí meira undir temasíðuni. Tilfeingisvinnan og annar ídnaður Í vinnubólkinum “Tilfeingisvinnur og annar ídnaður” eru fyritøkur, ið framleiða fiskavørur til útlendskar marknaðir, væl umboðaðar. images/220204%20M2%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Koronutiltøk raktu útlendskar marknaðir av fiskavørum meint, sum førdi við sær at lutfalsliga minkaði útflutningurin av fiskavørum nógv og goymslurnar av lidnum fiskavørum vuksu. Eins og fyri privatar tænastuvinnur lækkaði ávísin tað mesta síðan 2006, men er síðan hækkaður og komin á nøkulunda sama stig sum undan koronu og liggur omanfyri langtíðarmiðal. Ein lítil meiriluti av fyritøkunum metir til hesa kanningina, eins og til kanningina á sumri í fjør, at bíleggingar úr útlandinum í løtuni eru fleiri enn vanliga. Harumframt metir ein enn størri meiriluti til hesa kanningina í mun til kanningina undan hesari, at goymslan av lidnum vørum er ov lítil. Fyri komandi árið svarar ein rímiliga stórur meiriluti av fyritøkunum, at bíleggingarnar eru størri enn vanliga. Til spurningin um, hvussu nógv tryggjað arbeiði er í tal av mánaðum er talan um seks mánaðir, ið er tætt við langtíðarmiðal hjá hesum vinnubólkinum. Sí meira undir temasíðuni. Byggivinnan Árini frá 2014 til 2017 var ávísin fyri byggivinnuna støðugur og lutfalsliga høgur, men lækkaði síðan frá 2018 til á sumri í images/220204%20M4%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Í mun til tilfeingisvinnur, annan ídnað og tænastuvinnur, sæst minkingin henda nakað fyrr og áðrenn koronufarstóttin gjørdi um seg. Í trimum teimum seinastu kanningunum er ávísin tó aftur hækkandi. Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 13 mánaðirnar, ið eru tveir mánaðir fleiri enn í tveimum teimum seinastu kanningunum undan hesari. Sí meira undir temasíðuni. Handilsvinna/smásøla Um hugt verður yvir longri tíð, so sæst ávísin fyri handilsvinnuna lækka so líðandi frá 2016, og hevur seinastu fýra kanningarnar ligið eitt vet undir miðal fyri árini síðan images/220204%20M5%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-png) Í tíðini við koronu er hesin ávísin tó ikki lækkaður eins nógv og ávísarnir fyri hinar tríggjar vinnubólkarnar. Til spurningin um vørugoymslan er nøktandi hava flestu fyritøkur síðan 2006 mett støddina á vørugoymslu verið nøktandi ella ov stóra og í minni mun ov lítla. Til hesa kanningina svara 16% av spurdu handilsfyritøkunum, at vørugoymslan í løtuni er ov lítil, ið er tað mesta síðan Til spurningin um, hvørjar væntanir eru um sølu komandi árið, gevur svarbýtið nettotalið 19, ið er beint undir miðal fyri øll árini síðan Til spurningin um starvsfólkatørvin komandi árið, metir eingin handilsfyritøka, at tørvurin minkar – nettotalið er 32, ið er nærum óbroytt í mun til kanningina á sumri í fjør og nakað omanfyri langtíðarmiðal. Sí meira undir temasíðuni. Húsarhaldini Ávísin fyri húsarhaldini var í fjør summar 10 og í hesi kanningini 5, t.v.s. ein minking á 5 stig, men framvegis omanfyri langtíðarmiðal eins og í báðum kanningunum undan hesari. images/220204%20M6%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jan-22png) Tá ið húsarhaldini skoða aftureftir og meta um fíggjarligu støðuna seinasta árið, so hevur gongdin í nettotalinum til henda spurningin víst eina líðandi minking síðan á sumri í Til spurningin um fíggjarligu útlitini hjá húsarhaldinum, er nettotalið nærum óbroytt og tætt við langtíðarmiðal. Í mun til spurningin um útlitini fyri búskapin sum heild komandi árið, verður í miðal mett, at búskaparstøðan um eitt ár er óbroytt í mun til støðuna í dag. Á sumri í fjør var nettotalið til henda spurningin 8 og harvið nakað jaligari í mun til kanningina hesaferð. Í seinastu seks kanningunum hevur ein alsamt størri partur av húsarhaldunum svarað, at tey hava ætlanir um at fremja ábøtur á bústaðin komandi árið. Nettotalið til henda spurningin er nú 19, ið er tað mesta síðan Sí meira undir temasíðuni. |
245 | Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar. Vit leita tí eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl innan búskaparhagtalsøkið. Búskaparhagtalsøkið fevnir millum annað um tjóðarroknskap, vinnubúskaparhagtøl og hagtøl um prísir. Um teg Tú hevur hægri útbúgving innan búskaparfrøði ella samfelagsfrøði, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði. Tað er ein fyrimunur, hevur tú royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til at viðgera hagtøl. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til R, SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur. Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú ert før/ur fyri at seta teg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Hagtøl um búskaparlig viðurskifti fevna vítt og týdningurin av búskaparhagtølum er stórur hjá breiðum skara av brúkarum. Tað er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar. Tú ert tí sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar. Tað hevur týdning, at tú ert pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá ið tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi at førleikamenna teg. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til [email protected] og skriva “Búskaparfrøðingur” sum evni. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á [email protected]. Fleiri umsøkjarar kunnu setast. Umsóknarfreistin er mánadagin februar 2021 á midnátt. Stutt um Hagstovuna Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og eru týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræði. Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá leiðarum og starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Á Hagstovuni eru í løtuni 17 fólk í starvi. |
246 | C#, Python, R og SQL Server er kjarnan í okkara KT-skipanum. Harumframt brúka vit React.js til at menna okkara brúkaraflatur við. Felags fyri okkara KT- skipanir er innheintan av dátum, dátuviðgerð, samanseting í talvur og útrokningar til hagtalsútgávu. Tín leiklutur verður millum annað at forrita transformatión av rádátum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur. Harumframt verður ein av uppgávunum at forrita góðskumetingarskipanir av dátum. Vit brúka altjóða leist at menna okkara hagstalsskipanir eftir, har starvsfólkini á Hagdeildini hava hagfrøðiligu ábyrgdina og eru oftast product owners. Samstundis brúka vit ein agilan arbeiðsleist í mun til uppgávustýring. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at forrita í C#, Python, R, SQL ella líknandi forritanarmálum. Tað er somuleiðis ynskiligt, at tú kennir til git versiónstýring. Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning. Vit bjóða Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tú fært hugsavnað teg um at menna – uttan óneyðugt órógv. Nýumvældu og opnu hølini hjá Hagstovuni við tvímans-skrivstovum eru sniðgivin til endamálið. Vit hava felags matstovu saman við hinum fakstovnunum í bygninginum. Vit bjóða eitt starv, har tú fært møguleika at menna KT-skipanir, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum royndum og dugnaligum toymi á KT-deildini, sum hevur ábyrgdina at menna KT-skipanir til hagtalsframleiðslur. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum. Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda tær til Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella [email protected]. Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin februar Umsóknin skal sendast til [email protected]. Fleiri umsøkjarar kunnu setast. Stutt um Hagstovuna Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði. Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum og leiðarunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Á Hagstovuni starvast 17 fólk, fimm teirra starvast á KT-deildini. |
247 | Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá ið vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6% og 1,8%. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 249 fólk og eini nettoflyting á 516 fólk. Sí fleiri tøl í talvuni. Nettoflytingin økti fólkatalið við á leið 44 fólkum mánaðarliga í 2021 Trendurin í myndini niðanfyri vísir, at bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nakað í Av tí at tilflytingin minkaði nakað meiri enn fráflytingin, minkaði íkastið frá nettoflytingini úr 47 fólkum um mánaðin í 2019 til 40 um mánaðin í Víðari vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í 2021, og hóast tilflytingin ikki er á sama stigi sum frammanundan, er íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinastu tíðina komið upp á umleið 44 fólk mánaðarliga. Burðaravlopið økti fólkatalið við gott 20 fólkum mánaðarliga í 2021 Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um gott 30 mánaðarliga. Trendurin vísir, at gongdin í tal av deyðum minkaði nakað í 2020, men kom í 2021 aftur í somu legu sum árini frammanundan. Talið av føddum børnum var javnt vaksandi í árunum fram til 2020, tá gongdin broyttist meira enn vanligt. Um ársskiftið 2019/2020 minkaði talið av føddum úr 60 niður í 50 mánaðarliga, og fram móti heysti í 2020 øktist gongdin síðani aftur, heilt upp móti 65 børnum um mánaðin. Ein orsøk var, at heili 79 børn vórðu fødd í oktober í Høga føðitalið helt tó ikki fram, men minkaði aftur til sama stigi sum árini frammanundan, og í 2021 løgdust aftur millum 55 og 60 børn afturat mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum í 2021 var soleiðis gott 20 børn mánaðarliga. Størstu kommunurnar vaksa mest í tali Størstu kommunurnar vaksa mest í tali. Av bygdunum í kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. Í 10 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Kvívíkar kommunu, og av bygdunum í kommununi minkaði fólkatalið mest í Kvívík. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum januar 2021 og |
248 | Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januar-mánað í ár vóru stívliga 400 fleiri løntakarar í mun til januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2%. Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at vøksturin sum seinastu mánaðirnar hevur verið avmarkaður, tykist nú aftur at vera tiltakandi. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð. Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í januar vóru 600 menn og 200 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri. 50,8% av løntakaraskaranum eru menn og 49,2% eru kvinnur. Gongdin ymisk í vinnugreinunum Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið. Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. |
249 | Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í Hetta svarar til góð 43%, hóast nýtslan er áleið tann sama í 2021 sum í Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og 'maskinur og onnur útgerð'. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur. Innflutningurin úr Asia og Afrika veksur Um ymisku landaøkini verða samanborin, vaks innflutningurin úr Asia mest í Tó er innflutningurin úr Afrika vaksin lutfalsliga mest seinastu árini. Seinastu 10 árini er innflutningurin úr Afrika vaksin við í miðal 20% árliga. Innflutningurin úr Afrika er nú næstan á hædd ið innflutningin úr Asia, og vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni. Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest, nevniliga yvir 60%. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í |
250 | Tað er vøkstur í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,2 milliardir krónur. Útflutningvirðið av upsa er minkað eitt lítið vet, ella 3,5%. Vøkstur í útflutninginum til Amerika Amerikanski marknaðurin er lutfalsliga vaksin mest, har útflutningsvirðið er hækkað 50% í Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum. Fiskavøruútflutningur Útflutta nøgdin av upsa er minkað við 12% niður í 556 tons, sum er tað lægsta nakrantíð. Hóast nøgdin av sild er minkað við 10,3% er útflutningsvirðið hækkað 14,2%. |
251 | Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. Trendurin vísir, at lønargjaldingar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020 og vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið rættiliga javnur síðani. Menninir 485 milliónir og kvinnurnar 332 milliónir Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í januar áttu menninir um 485 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 59% av útgoldnu lønunum. Tað eru 32 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 332 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vinnugreinabólkar Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur. Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu 12 mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
252 | Í januar 2022 vóru 903 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 400 ella 25% fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í januar, ið vóru yvir 800 í tali. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði tó eitt vet við 5% í mun til januar í Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 62%, meira enn tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í januar í fjør. Innskrivingar Innskrivingarnar vóru stívliga 600 í tali í januar 2022, hetta er 19% hægri enn í januar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur. Tað er nærum trífaldað síðan januar í Hóast tað enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í januar í 2021, og føroyingar eiga tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í januar í ár. Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 23% av kømrunum vórðu brúkt í januar, samanborið við 17% í januar í fjør. |
253 | Ein triðingur av vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 246 fólk, og tveir triðingar koma frá eini nettoflyting á 538 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Trendurin á myndini niðanfyri vísir framhaldandi vøksturin í fólkatalinum. Seinasta árið Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Seinasta árið hevur fólkavøkstur verið í øllum økjum uttan Sandoyar. Størsti vøkstur á 2,1% var í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Minkingin í Sandoyar øki seinasta árið var 2,2%. Burðaravlopið var positivt í øllum økjum uttan Sandoyar og Suðuroyar, og samlaða nettoflytingin var positiv í øllum økjum uttan Norðstreymoyar og Sandoyar. Gongdin seinastu 10 árini Samanborið við februar 2012 er fólkatalið vaksið í øllum økjum norðanfjørðs. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoy og Eysturoy við 15-16%, síðani í Vágunum, Norðoyggjum og Norðstreymoy við 5-11%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Suðuroyar øki, og Sandoyar øki hevur sum tað einasta havt eina minking í fólkatalinum á umleið 5%. Prosentvísa gongdin síðan 2012 sæst í myndini niðanfyri. Ójavna býtið av fólkavøkstrinum kring landið hevur ført við sær eitt sindur av broyting í økisbýtinum av fólkatalinum. Í mun til somu tíð fyri 10 árum síðani búgva nú lutfalsliga fleiri íbúgvar í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. |
254 | Tað hevur ikki gingið javnt á hetta tíðarskeiðið. Tey fyrstu tíggju árini øktist miðalaldurin við 3 árum, har serliga tey sváru kreppuárini fyrru helvt av 1990-unum gera stóra munin, tá nógv ung fólk fluttu av landinum. Gongdin er greið á myndini omanfyri, ið vísir hvussu miðalaldurin er broyttur hjá ávikavist mannfólki og konufólki øll hesi árini. Gongdin er á leið tann sama hjá báðum kynum — ein munur í miðalaldri, sum var umleið 1 ár í 1985 og er tann sami nú. Stóra økingin í miðalaldrinum var í kreppuárunum fyrru helvt í 90-unum, tá í túsundatali, serliga ung og barnafamiljur, fluttu av landinum. Síðani er ein spakulig jøvn gongd tey næstu 12 árini, til fíggjarkreppan frá 2009 aftur førdi til fráflyting — og harvið hækkandi miðalaldur. Síðani sæst, at støðan broytist 2014, har fráflytingin úr Føroyum vendir til eina stóra árliga tilflyting, sum ger at miðalaldurin ikki longur veksur í sama lag, serliga hjá konufólki. Miðalaldurin vaksin nógv mest í suðurøkinum, minst í miðøkinum Stórir munir eru í gongdini í ymisku økjunum. Her fylgjast Eysturoy, Suðurstreym, Norðstreym og Norðoyggjar. Av hesum hava Eysturoy og Suðurstreym hava lægsta miðalaldur. Í Vágum er gongdin heilt serstøk við miðalaldri í ovasta endanum til síðst í 1990-unum, fyri síðan at lækka og halda seg á tí sama heilt fram til nú. Tvey øki skilja seg burtur frá hinum frá ár 2000 og fram – tað eru Sandoyarøkið og Suðuroy - við tí hægsta miðalaldrinum. Munurin millum økini í landinum er serliga sjónskur í myndini omanfyri, ið samanber 1985 og Her sæst til dømis, at miðalaldurin í Sandoyarøkinum hækkaði 10 ár, tvífalt so nógv sum í Vágaøkinum. Lægsti miðalaldur í landinum er í Eysturoy og í Suðurstreymoyarøkinum, bæði í 1985 og í Ógvislig broyting í aldurssamansetingini Orsøkin til stóru hækkingina í miðalaldrinum kemur av stórum broytingum í aldurssamansetingini. Frá 1985 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum við góðum 300 fólkum. Hesi árini er hend ein ógvislig broyting í aldurssamansetingini. Hetta er sera sjónskt í talvuni niðanfyri, ið vísir broytingina í fýra aldursbólkum. Tá 1985 verður samanborið við 2022, er fólkatalið hjá teimum, sum eru yngri enn 40 ár, minkað við umleið 800 fólkum, meðan tey ið eru 40 ár og eldri, eru blivin meir enn 000 fleiri. Støðan er tó munandi broytt tey síðstu 8 árini. Sum talvan vísir, vaks fólkatalið frá 2014 til 2022 við góðum 200 fólkum. Her var tann størri vøksturin í yngra ættarliðunum, har tey yngru enn 40 ár vórðu umleið 000 fleiri og tey eldru umleið 500 fleiri. Hvat eru orsøkirnar til broytingarnar í fólkatalinum? Tað eru tvær orsøkir til fólkavøkstur eins væl og til fólkaminking. Tær eru burðaravlop (munurin millum fødd og deyð) og nettoflyting (munurin millum flyting til landið og flyting av landinum). Taka vit alt tíðarskeiðið 1985–2022 sæst, at burðaravlopið gav ein vøkstur á góð 600 fólk. Nettoflytingin minkaði um fólkavøksturin hetta tíðarskeið við stívliga 300 fólkum. Hetta er eitt langt tíðarskeið við stórum broytingum í samfelagsgongdini, sum hava havt ógvisligar ávirkanir á gongdina í fólkatalinum. Størstu ávirkanina hevði kreppan fyrru helvt av 1990-unum. Síðani var ein lutvís endurreisn næsta tíggjuáraskeiðið til 2003/ Síðani var aftur eitt 10-ára tíðarskeið heilt fram til 2013/2014 við stagnatión og fíggjarkreppu. So vendi gongdin aftur við stórum framburði, stórari tilflyting til Føroyar og stórum fólkavøkstri, sum hevur verið tey síðstu 8 árini. Hetta sæst í talvuni niðanfyri, har íkastið til vøksturin í fólkatalinum er umleið 100 frá burðaravlopinum og knappliga 500 frá nettoflytingini. Hetta er orsøkin til, at vit ikki hava sæð eins stóra hækking í miðalaldrinum síðstu 8 árini, sum alt tíðarskeiðið frammanundan. Hvussu er aldursbýtið broytt í høvuðsøkjunum kring landið? Við sonevndari aldurspýramidu ber til at gera eina einfalda greining av aldurs- og kynsbýti. Í pýramidunum niðanfyri síggja vit, hvussu býtið var í 1985, og hvussu tað er nú í Vanligt er at hava yngstu aldursbólkarnar niðast sum grundarlagið í pýramiduni, og síðani teir eldru bólkarnar at tynnast uppeftir til tey elstu. Við demografisku broytingunum síðstu nógvu árini er hetta gamla mynstrið fullkomiliga broytt. Nú er tódnað meir og meir í teim yngru aldursbólkunum, meðan teir eldru aldursbólkarnir fylla meir og meir, og nógvastaðni eru teir eins stórir um ikki enn størri enn teir yngru. Hetta er gongdin um allan heimin, ið sum heild kemur av hækkandi livialdri og minkandi føðitíttleika. Í Føroyum er føðitíttleikin størri enn í øðrum evropiskum londum, men serliga fráflytingin ávirkar skapið. So hóast at pýramiduskapið í Føroyum og øðrum londum líkjast, eru tað ymsar orsakir til skapini. Tað eru stórur munur á, hvussu hendan gongdin rakar ymisk lond — og eisini ymisku høvuðsøkini í Føroyum. Tað er lýst í fólkapýramidunum niðanfyri, ið samanber støðuna í 1985 við støðuna í dag. Fyri alt landið sæst ein lítil minking í yngru og ein stórur vøkstur í eldru ættarliðunum. Tað hevur tó ikki havt nakrar broytingar við sær í kynsbýtinum. Av góðum grundum líkist gongdin í Suðurstreymi mest gongdini fyri alt landið, tí nógv tað mesta fólkið býr har. Tó er ein høvuðsmunur millum Suðurstreym og øll hini høvuðsøkini. Tað er, at Suðurstreym er einasta økið, har vøksturin hetta drúgva tíðarskeiðið ikki bara er í teim eldru men eisini teim yngru ættarliðunum. Í Norðoyggjum er aldurspýramidan nógv broytt frá 1985 til nú, munandi minking hjá teim yngstu og stórur vøkstur hjá teim eldru. Í Eysturoy er enn ein tann yngsta aldurssamansetingin í landinum. Har er vøkstur ikki bara hjá teim elstu men eisini hjá teimum í ungum árum 20-39 ár. Í Eysturoy kunnu vit enn tosa um eitt pýramiduskap, sum er breiðast í neðra og so smalkast spakuliga uppeftir. Í Norðstreymi er tað mesta av pýramiduskapinum horvið. Botnurin, tey yngstu, er tó størstur enn, men annars er pýramidan koppað á og veksur uppeftir frá teim 20-39 ára gomlu til tey elstu. Í Vágum er mynstrið nakað tað sama. Tó er vert at leggja til merkis , at har er eisini ein vøkstur hjá konufólki í teimum yngru ættarliðunum. Tá tað snýr seg um føroysku demografiina, gongdina í fólkatali og fólkasamanseting, er afturvendandi niðurstøða, at tey bæði sunnaru økini í landinum eru nakað fyri seg. Tað sæst eisini her, har aldurspýramidurnar púra eru koppaðar á høvdið. Har eru flest í teim elstu ættarliðunum, og so smalkar pýramidan niðureftir móti teim ungu. Órógvandi má vera, at tann ungi aldursbólkurin 20-39 ár, við teim ungu fólkunum, ið skulu tryggja sonevndu reproduktiónina, t.v.s. skipa familjurnar og seta nýggj ættarlið við, er tann minsti bólkurin av øllum. Kanska ein lítil bati er at hóma, at yngsti aldursbólkurin ikki er minkaður eins nógv og kann rætta nakað upp á støðuna. |
255 | Skattainntøkurnar met stórar hóast koronufarstótt Føroysku húsarhaldini og fyritøkurnar rindaðu slakar 9,3 milliardir krónur í skattum og avgjøldum í Samlaða framleiðslan í samfelagnum, bruttotjóðarúrtøkan, var sama tíðarskeiðið 21,2 milliardir krónur. Tað gevur eitt skattatrýst á 43,8 prosent. Skattainntøkurnar tilsamans eru vaksnar øll árini frá 1998 til 2020 undantikið í 2003 og Hóast koronufarsóttin rakti í 2020, øktust skattainntøkurnar. Tað vóru serliga framleiðslu- og innflutningsskattirnir, ið vuksu. Skattatrýstið tað hægsta í 10 ár Tað er ymiskt, hvussu skattatrýstið verður gjørt upp í ymiskum londum, og tí skulu samanberingar av skattatrýstinum millum lond gerast við fyrivarni. Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum, er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum. Skattatrýstið hevur sveiggjað millum 39 og 46 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni árini 1998 til Skattatrýstið var 43,8 prosent í 2020, sum er tað hægsta síðani Orsøkin til at skattatrýstið veksur er, at skattainntøkurnar vuksu 3,0 prosent, meðan bruttotjóðarúrtøkan minkaði 2,8 prosent. Inntøku- og ongarskattur telur mest Inntøku- og ognarskatturin telur størsta partin av samlaðu skattainntøkunum nevniliga sløk 58 prosent. Inntøkuskattur fevnir í høvuðsheitum um persónligan inntøkuskatt og partafelagsskatt, meðan ognarskattur fevnir um m.a. vektgjald. Framleiðslu- og innflutningsskattur telur næststørsta partin, sum svarar til 29 prosent. Her er meirvirðisgjaldið, sum er eitt avgjald á flestu vørur og tænastur, størsta skattainntøkan. Kravd sosial tryggingargjøld, sum fevna um eitt nú gjald í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, arbeiðsloysistrygging umframt gjald til barsilsskipan og Heilsutrygd, telja um 13 prosent av samlaðu skattainntøkunum. Kapitalskattur telur minni enn 1 prosent, og talan er í høvuðsheitum um arvaavgjald. Rættað skattatrýst lægri enn vanliga skattatrýstið Ymisk mát fyri skattatrýst og tey eru lýst í gráa kassanum niðanfyri. Rættað skattatrýst er skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Tøka bruttotjóðarinntøkan er størri enn bruttotjóðarúrtøkan øll árini frá 1998 til 2020, sostatt er rættaða skattatrýstið lægri enn vanliga skattatrýstið. Rættaða skattatrýstið var í 2020 40,6 prosent, sum er stívliga 3 prostenstig lægri enn vanliga skattatrýstið. Munurin millum vanliga og rættað skattatrýst var góð 6 prosentstig um aldarskiftið. Rakstararflytingarnar úr útlondum fyltu ein lutfalsliga størri part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í nítiárunum enn í dag. Tillagað skattatrýst er tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Øvugt vanliga og rættaða skattatrýstinum, so fellur tillagaða skattatrýstið í Tað kemur av, at tøka almenna bruttoinntøkan fellur meira enn tøka bruttotjóðarinntøkan. Faktorskattatrýstið, sum er skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni, fylgir somu gongd sum vanliga skattatrýstið. Tó liggur faktorskattartýstið á einum hægri støðið. Skattatrýstið í Føroyum høgt Vanliga skattatrýstið í Føroyum er høgt samanborið við hini Norðurlondini. Danmark hevur hægsta skattatrýstið á góð 47 prosent. Í øllum Norðurlondum er skattatrýstið tó omanfyri 30 prosent. Í Finnlandi, Noregi og Íslandi er skattatrýstið undir 40 prosent, meðan skattatrýstið í Svøríki er stívliga 40 prosent. Føroyar hava sostatt næst hægsta skattatrýstið í Norðurlondum. Samanberingar av skattatrýsti millum lond skulu gerast við fyrivarni, tí ymiskt er, hvussu lond skipa sína skattaskipan. Eitt nú er ymiskt um inntøkuflytingar verða skattaðar, ella skattafrádráttir verða latnir. |
256 | Í februar 2022 vóru 010 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 600 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í Tað svarar til ein vøkstur upp á 21%. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í februar vóru 94% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum. Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í februar, sum vóru gott 200 í tali ella 58% av gistingunum. Talið av gistináttum hjá føroyingum var áleið tað sama sum í februar í Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 66%, nærum tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í februar í fjør. Innskrivingar Innskrivingarnar vóru knappliga 800 í tali í februar 2022, sum er 14% hægri enn í februar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark er farið at vaksa aftur. Tað er meira enn ferfaldað síðan februar í 2021 og innskrivingarnar eru nú næstan 500 í tali. Enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í februar 2020, tá tær vóru Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í februar í Føroyingar áttu tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í februar í ár. Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 31% av kømrunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í februar í fjør. |
257 | Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð. Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í februar vóru knappliga 900 menn og 300 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 50 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Gongdin ymisk í vinnugreinunum Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Javnur vøkstur er í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið framvegis, men tó sær minkingin nú út til at vera avtakandi. Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið við umleið 600 — úr 500 upp í Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í februar í mun til sama mánað í fjør. |
258 | Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í Seinastu hálva árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi og vøksturin hevur ikki somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum. Menninir 560 milliónir og kvinnurnar 340 milliónir Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum. Í februar áttu menninir 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 62% av útgoldnu lønunum. Tað eru 10 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 341 milliónir, sum eru 14 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Gongdin ymisk í vinnugreinunum Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' vaksa nú við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur. Lønirnar seinastu tólv mánaðirnar Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
259 | Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin av brennievni er vaksin 507 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Um januar 2022 verður samanborin við januar 2021, er prísvøksturin umleið 70%. 'Rávøra til fiskavirking', t.e. heilur feskur og frystur fiskur, er vaksið 87%, meðan innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð til vinnulívið er vaksin 33%. |
260 | Útflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Vøksturin stavar í størsta mun frá størri útflutningi av laksi. Nøgdin er vaksin 40% og virðið 45%. Útflutningsvirðið av makrel og sild er vaksið ávikavist 202 og 142 milliónir krónur og útflutta nøgdin av svartkjafti er farin niður í helvt. |
261 | Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum. Arbeiðsloysið var 1,0% í januar, ið svarar til knappliga 286 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 345 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,5% í januar í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið. Í januar var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Sama mánað í 2020 var tað 1,4% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Norðurstreymoy og í Norðoyggjum við 0,5%. Í Suðuroy er arbeiðsloysið 2,0%. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í januar vóru 17,4% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 9,4% langtíðararbeiðsleys. |
262 | Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri ársfjórðing í Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. Seinastu árini hevur verið vanligt at sæð søluna hækka, tá samanborið verður frá ári til ár, men fyri allar tríggjar vørubólkarnar er sølan lækkað frá ársfjórðingi 2020 til ársfjórðing Orsøkin er nokk tann, at korona hevði við sær, at møguleikarnir at ferðast uttanlands ársfjórðing 2020 vóru sera skerdir. Skerdu møguleikarnir at keypa uttanlands høvdu so aftur við sær, at innanlands sølan vaks ársfjórðing í 2020 í mun til somu tíðarskeið undanfarin ár. Sum árið í fjør leið, vóru nógvar koronuavmarkingar linkaðar, og tí kann hetta aftur hava ávirkað, hvar føroyingar hava valt at brúka pengarnar. Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum hækkaði 6% Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 6% hægri frá ársfjórðingi til ársfjórðing Frá ársfjórðingi til sama tíðarskeið í 2020 er sølan lækkað 2%, meðan prísirnir hava staðið í stað. Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hækkaði 26% Minkaða sølan samanborið við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð. 4\. ársfjórðing 2021 var sølan 1% lægri, og prísurin hækkaði 2% samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Tó so, eins og vanligt hækkaði sølan frá ársfjórðingi til jólasøluna ársfjórðing 2021, hesa ferð við 26%. Sølan av klæðum og fótbúnaði hækkaði 29% Eins og fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð, so er vanligt, at sølan av klæðum og fótbúnað hækkar frá ársfjórðingi til jólasøluna ársfjórðing. Í 2021 var hækkingin hetta tíðarskeiðið 29%, meðan hon frá til 4- ársfjórðing 2020 var 50%. Men eins og við bæði mati og húsbúnaði, so ávirkar óvanliga høga sølan, ið vit sóu ársfjórðing 2020, eisini klæðir og fótbúna, tá sølan í 2021 verður samanborin við søluna í Sølan lækkaði 8% frá ársfjórðingi 2020 til ársfjórðing Prísurin lækkaði hetta tíðarskeiðið 2%. |
263 | Áðrenn fíggjarkreppuna øktust tinglýsingarnar støðugt til tað mesta í 2008 við Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður í 500 í Talið av tinglýsingunum vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5-6 árini hava tinglýsingarnar verið millum 000 og Nógv flestu tinglýstu skjølini eru um fastogn so sum skeyti og øðrum ognarheimildarskjøl og lániskjøl. Hesi eru 73% av øllum. Lániskjøl og annað viðvíkjandi akførum eru 25%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. |
264 | Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani. Vøksturin setti met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, soleiðis at millum 700 og 800 fólk nú leggjast aftur at fyri hvørt 12-mánaðarskeið. Sostatt heldur fólkavøksturin fram, og mars búðu 792 fólk í Føroyum. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 216 fólk og eini nettoflyting á 514 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin størri, serliga av at tilflytingin vaks meiri enn fráflytingin. Burðaravlopið er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minkingin kemur bæði av, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið av deyðum seinastu mánaðirnar hevur verið hægri enn vanligt. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nógv í Síðani tá er tilflytingin nærum komin aftur á sama stig, so at knappliga 150 flyta til Føroya mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin á sama stig sum áðrenn - og eitt sindur meira enn tað. Trendurin vísir, at fráflytingin, sum taldi 108 fólk áðrenn 2020, nú telur á leið 113 fólk mánaðarliga. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir ein lítlan vøkstur í deyðatalinum seinastu tíðina. Tal av deyðum, sum í 2020 var minni enn vanligt, er nú vaksið til á leið 35 fólk mánaðarliga. Eftir ein vøkstur í føðitalinum í 2020 er tað nú aftur á umleið 55 børn mánaðarliga. |
265 | Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni er ikki nógv økt síðstu tíggju árini. Í 2012 var mjólkarframleiðslan 6,8 milliónir litrar frá 138 mjólkkúm og í 2021 var hon 7,5 milliónir litrar frá 147 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 46 tons frá 153 neytum í 2012 og 64 tons frá 203 neytum í Hendan uppgerðin fevnir bert um tann skrásetta partin av vinnuliga landbúnaðinum, ið fevnir um framleiðsluna av mjólk og neytakjøti. Mjólkkýrnar vóru mest sum líka nógvar í 2021 sum tíggju ár frammanundan – einans 9 fleiri í Men tær hava mjólkað meira, frá 000 litrum fyri hvørja kúgv í 2012 til 600 litrar í Tað er framleitt nakað meira av neytakjøti hesi tíggju árini. Í 2012 var úrtøkan 46 tons og tá vórðu slaktað 153 neyt, og í 2021 var hon 64 tons og slaktað vórðu 203 neyt. Landafrøðiliga hava verið stórar broytingar hesi tíggju árini sum sæst í talvuni niðanfyri, ið vísir hvussu nógvir garðar við mjólkkúm, hvussu nógvar mjólkkýr eru og hvussu úrtøkan er broytt hesi tíggju árini. Garðarnir við mjólkkúm eru fækkaðir úr 28 niður í 7 av teimum eru nú í Streymoyar sýslu, 4 í Eysturoyar, 4 í Sandoyar og 1 í Norðoya sýslu. Í Vága og Suðuroyar sýslu er ongin garður longur við mjólkkúm. Garðarnir eru sostatt blivnir munandi størri. Hetta sæst m.a. tá vit rokna nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvønn garð. Tá er nøgdin vaksin við 93% fyri alt landið. Serliga stórur er vøksturin fyri hvønn garð í Norðoya og Streymoyar sýslum. |
266 | Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað. Í mars vórðu um 920 milliónir útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør. Lønirnar hjá monnunum vaksa ikki longur Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum. Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið avtakandi, og nú sæst ikki longur ein vøkstur. Hinvegin hevur verið vøksturin varisliga tiltakandi hjá kvinnum sama tíðarskeiðið. Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Gongdin ymisk í vinnugreinunum Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við umleið somu ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið hevur vøksturin verið avtakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur. Lønirnar tilsamans seinastu tólv mánaðirnar Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. |
267 | Eftir einum ári eru prísir í heili 11 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á útbúgving standa í stað. Tað er serliga prísvøksturin á 14,3 prosentum á vørubólkinum ‘býli’, ið er orsøk til broytingina í prístalinum. Aftan á hesum koma prísir á vørum og tænastum innan ‘húsbúnað, húsarhaldstólum o.l.’, ‘samskifti’ umframt ‘klædnavørum og fótbúnað’, sum eru øktir við ávikavist 5,4, 4,5 og 3,9 prosentum. Undan koronufarsóttini lá árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum í Føroyum - eins og í miðal í Evropa - millum eitt og tvey prosent, men nærkaðist óbroyttari árligari prísgongd meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú aftur ein lutfalsligan stóran vøkstur. Vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyri at síggja líknandi árligan vøkstur í brúkaraprístalinum. Býlisútreiðslurnar størst vøkstur Vørubólkurin býli fyllir mest aftan á mat og drekka, tá brúkaraprístalið verður roknað. Undan fíggjarkreppuni var brúkaraprístalið fyri býli í hæddini, nevniliga 135,2, meðan tað fyrsta ársfjórðing í 2022 er 125, Sostatt er tað ikki á sama stigi sum tá, men vøksturin hevur av álvara tikið dik á seg síðan fyrsta ársfjórðing Tað er prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum, sum er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð eins og við seinastu uppgerðunum undan hesari. Men eisini er stórur prísvøkstur á eitt nú tilfari til viðlíkahald av bústøðum. Saman við brennievni til upphiting av býlum telur brennievni til akfør lutfalsliga stóran part av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við korunu, eru prísirnir øktir áhaldandi seinasta árið. Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið øktur heili 40,0 prosent. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir miðal árligan vøkstur á 43,6 prosent. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðunum ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Tað er eisini vorðið dýrari at keypa fleiri vanligar gerandisvørur. Matur og drekka er vørubólkurin, sum fyllir mest. Í miðal eru matvøruprísirnir øktir 2,7 prosent í mun til fyrsta ársfjórðing Tað eru serliga vørur sum matolja og pasta, ið eru vorðnar dýrari, men eisini nýggj og fryst frukt og nýtt grønmeti eru dýrari. Ársbroytingin á eitt nú pastavørum er 7,9 prosent, meðan matolja er vorðin heili 30,9 prosent dýrari seinasta árið. Lakari vøkstur enn onnur lond í Evropa Í mun til onnur lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, so er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á 4,4% á sama støði sum í Finnlandi, Svøríki og Íslandi. Í Danmark er árliga broytingin í brúkaraprístalinum nakað hægri á 5,3% meðan árliga broytingin í Noreg er nakað lægri á 3,5%. Størsti prísvøkstur millum tveir ársfjórðingar Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum vísir eisini, at í miðal eru prísirnir øktir 2,3 prosent í mun til fjórða ársfjórðing Tað er størsti prísvøkstur, ið er máldur millum tveir ársfjórðingar. Annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheims fíggjarkreppuni, var hesin vøkstur 2,2 prosent. Miðalprísurin fyri fyrsta ársfjórðing 2022 verður roknaður úr prísum, sum fyritøkur og stovnar hava latið Hagstovu Føroya um miðjan februar 2022, og er sostatt beint undan russisku innrásina í Ukraina. Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan ymisku vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. |
268 | Gistinæturnar vóru góðar 200 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mars vóru 95% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum. Føroyingar áttu gott 600 ella 39% av gistináttunum á gistingarhúsunum í mars. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði við 22% í mun til mars í Hinvegin tvífaldaðist talið av gistináttum hjá dønum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark vaks við 62% samanborið við í mars í fjør. Innskrivingar Innskrivingarnar vóru knappliga 700 í tali í mars. Tað er 15% fleiri enn í mars í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark er farið at vaksa aftur. Innskrivingarnar eru meira enn ferfaldaðar síðan mars í Tær eru nú yvir 900 í tali, og nærkast nú sama stigi sum í mars 2019, tá tær vóru beint omanfyri Nýtslustig Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 39% av kømrunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29% í mars í fjør. |
269 | Livialdurin longist alsamt – men stórir munir eru millum heimsins lond |
270 | Samanborið við støðuna í 1985/86, tað vil siga fyri 35 árum síðani, so er miðal livialdurin hjá kvinnum nú longdur við 6,9 árum og hjá monnum við 9,5 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var knappliga 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í 4,4 ár. Livialdur frá lívsbyrjan Livialdurin verður kallaður væntaður miðal livialdur, og er tey ár, mannfólk og konufólk í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu. Livialdur verður oftast roknaður frá lívsbyrjan. Tað eru tey ár, sum ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni omanfyri. Eftirverandi livialdur frá 65 árum Livialdur kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur. Tað eru tey ár, ein maður ella kvinna í til dømis 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er mann komin upp í slíkan aldur, er komið um nógvar vandar, sum kunnu vera í yngri árum. Av hesi orsøk leggjast tí nøkur ár aftrat tí livialdri, sum annars er fyri ein nýføddan. Hetta sæst í myndini niðanfyri og eisini í høgru síðu í talvuni omanfyri. Her sæst, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 19,5 liviár eftir. Tað vil siga ein væntaður livialdur á 84,5 ár. Tað eru gott 3 ár longri enn væntaði livialdurin fyri ein nýføddan drong, ið sum nevnt er roknaður til 81,4 ár. Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava ein eftirverandi livialdur á 22,0 ár. Tað vil siga ein væntaðan livialdur á 87,0 ár. Tað eru 1,3 ár longri enn hjá einari nýføddari gentu, har livialdurin er roknaður til 85,7 ár. Stórur munur í livialdri millum heimsins lond Um vit samanbera livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum av heimsins londum, liggja Føroyar í ovasta endanum. Í talvuni niðanfyri sæst miðal livialdurin, roknaður fyri bæði kyn, í 190 av heimsins londum, sambært UN Population Division. World Population Prospects: 2019 Revision, dagført 2022 Talvan vísir livialdurin í 1990 og umleið 30 ár seinni (2019-. Londini sett upp í raðfylgju frá stytsta til longsta livialdur í 2019- Longsti livialdurin er í Hong Kong, Macao, Føroyum, Japan og Sveits við 84-85 árum. Síðani koma 32 lond við livialdri 80-83 ár. Her eru øll Norðurlondini, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Australia, Ísrael og flestu ES-londini. Eitt vet aftari liggja til dømis USA og Kina við ávikavist 79 og 77 árum. Í niðaru helvt eru Russland og Ukraina við ávikavist 73 og 72 árum. Grønland liggur niðarliga á listanum sum nummar 125 við 71 árum í miðal livialdri. Stytsti livialdurin er í nøkrum afrikanskum londum sum Mali, Suður Sudan, Somalia, Nigeria og Sierra Leone, har livialdurin er niðan fyri 60 ár. Livialdurin er lægstur í Sentral Afrikanska lýðveldinum við 53 árum. Stórir munur eru tó eisini millum lond í Afrika, har Algeria og Tunisa hava sama livialdur sum til dømis Kina við 77 árum. Stórir munir eru eisini í Evropa, til dømis 84 ár í Føroyum, 72 ár í Ukraina og 71 ár í Grønlandi. Av tí at tað kunnu vera stórir munir millum londini í einstøkum heimspørtum, kann tað vera misvísandi at vísa til nakað miðaltal fyri heilar heimspartar. Í Ásia er livialdurin til dømis 84 ár í Japan og 65 ár í Afganistan . Í Suður- og Miðamerika er til dømis Kili, har livialdurin er 80 ár og í Haiti 64 ár. Í Afrika er 77 ár í Algeria og 55 ár í Nigeria. Í Kyrrahavinum er hann 83 ár í Avstralia og 63 ár í Papua Nýguinea. At rokna eitt miðaltal fyri livialdur í heimspørtunum kann tí vera misvísandi. Sambært ST og Heimsbankanum er størri samanhangur millum livikor og inntøkugrundarlag og livialdur. ST og Heimsbankin hevur flokkað heimsins lond í 4 nøkulunda javnstórar inntøkubólkar: \- tey við háinntøkum \- tey við ovaru miðalinntøkum \- tey við niðaru miðalinntøkum \- tey við láginntøkum Hagtølini vísa, at jú betri inntøkugrundarlag, tess hægri miðal livialdur. Betri inntøkugrundarlag merkir betri livikor og betri heilsuviðurviðurskifti, og harvið ein hægri livialdur. Tó at munurin enn er stórur – frá 64 árum í láginntøkulandabólkinum til 81 í háinntøkulandabólkinum – er tað sjónligt, at størsta økingin í livialdri síðstu tríati árini er hjá teimum londum, har livialdurin frammanundan var lægstur. Livialdurin er i láginntøkubólkinum øktur 13 ár, meðan økingin í háinntøkulondunum er 6 ár. Síðstu tríati árini hevur broytingin verið stór í livialdri í øllum heimsins londum. Um hesi 190 londini verða flokkaði eftir livialdri, sæst at í 1990 høvdu 52 av teimum ein livialdur, sum var styttri enn 60 ár. Nú tríati ár seinni eru bert 12 lond í hesum bólki. Nú er sama tal av londum, 52 í tali, í bólkinum, har livialdurin er 75-79 ár. Tað vil siga ein livialdur, ið er meir enn 15-20 ár longri. |
271 | Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeiðið samanborið við undanfarna tíðarskeiðið. Meira var útflutt av øllum týðandi fiskasløgum. Útflutningur av laksi vaks við slakari hálvaaðru milliard krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 45%. Nøgdin er hækkað nærum 19 túsund tons ella sløk 30% hetta tíðarskeiðið. Næststørsti vøkstur er makrelur. Útflutningurin av makreli vaks 451 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 65%. Í nøgd vaks útflutningurin av makreli 60%. Útflutningurin av toski vaks 248 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32%. Nøgdin vaks 15%. Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Útflutningurin til Russlands minkaði í mars — til Evropa hevur hann ongantíð verið hægri Útflutningurin til Russlands minkaði í mars. Útflutningurin í mars var 74 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 217 milliónir krónur. Hinvegin vaks útflutningurin til Evropa (uttan Russland) munandi. Útflutningurin til Evropa hevur ongantíð verið hægri ein einstakan mánað. Útflutningurin til Evropa var 740 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin til Evropa 445 milliónir krónur. Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa. Útflutningurin til Russlands hevur seinastu árini verið nøkulunda javnt býttur millum alifisk og uppsjóvarfisk, men í mars var eingin útflutningur av alifiski til Russlands. Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men er minkaður nógv samanborið við marsmánaðirnar seinastu árini. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 17 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 46 milliónir krónur. Sum sæst á myndini niðanfyri sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski væl meira enn útflutningurin av alifiski og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. Útflutningurin av øðrum fiski, sum m.a. fevnir um ídnaðarfisk, herundir lodnu, var 36,5 milliónir krónur í mars. Í mars í fjør var útflutningurin av øðrum fiski 80,9 milliónir krónur. Í mars í 2020 var útflutningurin av øðrum fiski 0,3 milliónir krónur. Vørubólkurin "aðrar vørur" fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt 20,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Í fjør var útflutningurin av øðrum vørum 28,1 milliónir krónur. |
272 | Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Innflutningurin av brennievni er hækkaður 570 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, serliga vegna hægri prís á brennievni. Tað svarar ein vøkstur upp á 63%. Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er einans vaksin 45 milliónir krónur ella 2,4%. Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari annars til vinnuna (hav- og landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu), er vaksin við slakari milliard ella 26%. Vøksturin í innflutninginum av byggitilfari hetta tíðarskeiðið er einans 37 milliónir krónur ella 4,5%. |
273 | Samanborið við 2019, tað vil siga áðrenn Covid-19, vóru 13% fleiri viðtalur í Í mun til árið fyri eru viðtalurnar 1% fleiri. Samanumtikið eru høvuðstølini fyri Í miðal vóru 3,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum. Tá útlendingar eru taldir við, er talið 3,5 Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56% mótvegis 44% hjá mannfólki Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum Nógv flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðurstreymi og Suðuroy Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2021 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum. Tó eru viðtalur, avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda, taldar við. Tær vóru 000 í 2020 og 000 í tali í Áleið sami títtleiki í øllum økjum, uttan í Sandoyarøkinum Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2021 til 3,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Í 2019 var tað 3,1 fyri hvønn íbúgva. Í øllum høvuðsøkjum í landinum uttan í Sandoyarøkinum er talið av viðtalum fyri hvønn íbúgva á leið tað sama, millum 3,1 og 3,4 í Suðurstreymi, Suðuroy, Norðstreymi og Eysturoy, og 3,7 í Norðoyggjum og Vágum. Sandoyarøkið skilir seg heilt burturúr, har tað vóru 7,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva. Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað eru stórir munir millum bústaðarøkini, um 2019 verður samanborið við Í Sandoyarøkinum vóru viðtalurnar 64% fleiri, 23% fleiri í Norðoyggjum, 13% fleiri í Eysturoy og 12% fleiri í Suðurstreymi. Í hinum økjunum var bert lítil broyting – í Vágum var ein minking við 4%. Her skal viðmerkjast, at tað hevur stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki, og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv. Býtið millum vakttíðir Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 94% fyri alt landið, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og Restin er javnt býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum. Stórir munir millum høvuðsøkini í landinum Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Suðuroy og Norðoyggjar seg burturúr við ávikavist 98,5 og 98,4% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við eitt nú Suðurstreym, har knappliga 90% vóru í dagtíð ella 10% uttan fyri dagtíð. Hjá útlendingum vóru knappliga 84% í dagtíð og sostatt 16% uttan fyri dagtíð. Býtið av viðtalum eftir aldri og kyni Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at stívliga 24 túsund fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk. Myndin omanfyri vísir stóru økingina í talinum av viðtalum frá 2019 (tað vil siga áðrenn Covid- til 2020 og Økingin er í øllum aldursbólkum oman fyri 10 ár. Størsti munurin millum kynini er í aldurbólkunum frá 20-árunum upp í 60-árini. Teirra millum er aftur nógv størsti munurin í 20- og 30-árunum. Um talið av viðtalum verður roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2021 eru hjá børnum í skúlaaldri millum 5 og14 ár við umleið 1,5 fyri hvønn íbúgva. Títtleikin so hækkar líðandi og fer upp um 6 viðtalur fyri hvønn títtleika íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. Talið av borgarum oman fyri 95 ár er sera lítið, og tí sveiggjar teirra títtleiki av viðtalum nógv fyri hvønn íbúga í hesum aldursbólkinum. |
274 | Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið, og seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Talvan niðan fyri vísir, at vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 167 fólk og eini nettoflyting á 520 fólk. Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini var størri enn í árinum frammanundan. Tilflytingin er vaksin, meðan fráflytingin ikki er vaksin eins nógv. Verri var við íkastinum frá burðaravlopinum. Í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað lægsta síðan 1985, tá vit byrjaðu at gera fólkatølini upp sambært Landsfólkayvirlitinum. Lága burðaravlopið seinasta árið kemur av, at færri børn eru fødd, samstundis sum munandi fleiri eru deyð seinastu mánaðirnar í mun til undanfarin tíðarskeið. Trendurin í myndini niðan fyri vísir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nógv í Síðani tá er tilflytingin komin aftur á sama stig sum í 2019, so at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin aftur á sama stig sum í 2019 - gott og væl - og nú flyta gott 110 fólk av landinum í miðal mánaðarliga. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Eftir at føðitalið vaks í 2020, vísir trendurin, at tað er aftur á sama stigi sum frammanundan, og nú verða umleið 55 børn fødd mánaðarliga. Talið av deyðum hevur verið hægri enn vanligt seinastu mánaðirnar, og tað sæst týðiliga aftur í trendinum. Trendurin vísir, at nærum 50 fólk eru deyð mánaðarliga seinastu fýra mánaðirnar, og tað er umleið 15 fleiri enn gongdin seinastu árini hevur verið. Burtursæð frá 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan, hevur gongdin verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin. |
275 | Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum. Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð. Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. Í apríl vóru um 200 menn og 600 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 260 fleiri menn og 220 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør. Gongdin ymisk í vinnugreinunum Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga. Javnur vøkstur er í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Tað hava verið færri løntakarar í byggivinnuni seinastu árini, men trendurin bendir á, at løntakaratalið ikki minkar longur. Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið við umleið 600 — úr 500 upp í umleið Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í apríl í mun til sama mánað í fjør. |
276 | Deyðatíttleikin av krabbameini hjá monnum øktur síðstu 20 árini — hjá kvinnum er hann minkaður |
277 | Nýggjastu tølini um deyðaorsakir vísa stóran mun millum kynini. Nógv fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini. Av hjarta- og æðrasjúkum er javnari millum kynini eins og av øðrum deyðaorsøkum. Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í ár 2000 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 77,4 ár. Nú er hann 82,1 ár, ið er næstan 5 ár longri. Hjá gentubarni var væntaði livialdurin 83,6 ár í ár 2000, og nú er hann 85,6 ár, ið er 2 ár longri. Munurin í væntaðum livialdri hjá einum dreingjabarni og gentubarni er sostatt minkaður nógv í hesum stutta tíðarskeiði. Øktur livialdur merkir millum annað, at talið av eldri fólki framhaldandi fer at vaksa og harvið eisini deyðatíttleikin. Broytingar eru eisini hendar í teimum orsøkum, sum vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, sum var mest vanliga høvuðsatvoldin. Hjá mannfólki er tað nú krabbamein, sum er nógv tann vanligasta deyðaorsøkin. Hinvegin er talið av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum nú farið niður í helvt, bæði hjá mannfólki og konufólki. Av teimum tilsamans 363 deyðaorsøkunum í 2020 vóru 167 ella 46% krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur. Av teimum 348 deyðaorsøkunum í ár 2000 vóru 227 ella 65% krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur. Hetta vísir eina størri spjaðing í deyðaorsøkum, tí aðrar deyðaorsakir, sum í 2020 vóru 35%, eru nú størra helvtin. Tað skal havast í huga, at hesi 20 árini er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri fólki. Frá 2000 til 2020 eru vit vorðin stívliga 800 fleiri fólk í Føroyum, 500 fleiri mannfólk og 300 konufólk. Tað kann tí geva eina rættari mynd at samanbera deyðatíttleikan í ár 2000 og 2020 í mun til fólkatalið. Tað er gjørt í myndini niðanfyri, har vit samanbera deyðatíttleikan fyri krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur sum tal av deyðum pr. 000 íbúgvar í ár 2000 og Her er sjónligt, at deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji 000 mannfólk til 2,2, ið má sigast at vera ein munandi vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini minkaður úr 1,9 fyri hvørji 000 konufólk niður í 1,3, ið hinvegin má sigast at vera ein munandi minking. Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2020 er farin niður um helvtina av tí, hann var 20 ár frammanundan. Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 2000 til Hóast sveiggini eru stór frá einum ári til annað, er trendurin kortini greiður. Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri við, at tær deyðaorsakirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “Annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsakirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki er deyðaorsakirnar undir felagsheitinum “Annað” enntá farnar langt upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “Annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsakirnar eru bara meira ymiskar enn tær hava verið. Niðanfyri er eitt yvirlit, ið vísir hvørjar deyðaorsakir eru flokkaðar undir heitinum “Annað”. |
278 | Fleiri mát verða brúkt lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest kendu eru gini-talið og fimtingslutfallið. Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Gini-talið frá 22,0 niður í 21,1 Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið Í 2020 var gini-talið 21,1 í mun til 22,0 árið fyri. Myndin niðanfyri lýsir Gini-talið í ES og Norðurlondum. Av Norðurlondunum er inntøkubýtið minst javnt í Grønlandi, har gini-talið er 34,9 (. Síðani koma Áland har gini-talið er 27,9 (, Danmark 27,3 ( og Svøríki 26,9 (. Í Íslandi og Føroyum er inntøkubýtið nakað javnari enn í hinum Norðurlondunum. Í Íslandi var gini-talið 23,2 í Í ES var gini-talið 30,0 í Fleiri tøl eru at finna í Norðurlendska hagtalsgrunninum. Ovasti fimtingurin hevur 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtingurin í inntøku Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin. Í 2020 átti ovasti fimtiparturin 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtiparturin. Í 2019 var talið 3, Talvurnar omanfyri vísa gini-talið og fimtingslutfallið fyri alt landið. Gini- talið, fimtingslutfallið og onnur javnbýtismát finnast í hagtalsgrunninum býtt á aldur, húskisslag og øki. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti , har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video . |
279 | Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fækstu nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. Sum sæst í talvuni omanfyri, so hevur prosentpartur av teimum í fátækaváða ligið um 10% flestu árini. Tó var eitt fall frá 2018 til 2019 úr 9,9% niður í 7,7%. Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6%, sum er næstan sama stigi sum í Atvoldin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum markið fór fyri ein part uppum markið í 2019 og heldur seg eisini omanfyri í Tað vóru einamest tey ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru uppum markið í Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2020, sum hon hevur verið, har væl meira enn helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum. Talvan omanfyri vísir samlaða prosentpartin fyri alt landið undir fátækaváðamarkinum, men støðan og gongdin hjá ymsu bólkunum og økjunum er ólík. Fleiri útgreinað tøl býtt á aldur, kyn, húskisslag og økir eru at finna í hagtalsgrunninum. Fátækaváðin í ES og Norðurlondum Myndin niðanfyri lýsir fátækaváðan í ES og Norðurlondum. Í ES er parturin av fólki í fátækaváða 16,7%. Av Norðurlondunum er parturin av fólki í fátækaváða størstur í Grønlandi ( og Svøríki (, har ávíkavist 16,8% og 16,1% eru í fátækaváða. Fæst eru í fátækaváða í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi eru 8,8% í fátækaváða (. Fleiri tøl eru at finna í Norðurlendska hagtalsgrunninum. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video. |
280 | Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6%, og seinastu árið var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 168 fólk og eini nettoflyting á 519 fólk. Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at meðan nettoflytingin var eitt sindur hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, so minkaði burðaravlopið niður í helvt. Varin vøkstur í nettoflytingini Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Eftir eina minking í 2020 vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í Síðani tá hevur gongdin í tilflytingini verið spakuliga vaksandi, meðan gongdin í fráflytingini ikki er vaksin eins nógv. Nú flyta gott 160 fólk til Føroya í miðal mánaðarliga, meðan knapt 115 flyta av landinum. Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinasta árið var gott 40 fólk í miðal mánaðarliga. Hetta er ein lítil øking samanborið við undanfarna tíðarskeið. Burðaravlopið nógv minkað Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Eftir at føðitalið vaks í 2020, vísir trendurin, at tað er aftur á sama stigi sum frammanundan, og nú verða umleið 53 børn fødd mánaðarliga. Burtursæð frá 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan, hevur gongdin verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin. Seinastu mánaðirnar hevur talið av deyðum tó verið væl hægri enn vanligt. Hetta skiftið sæst týðiliga aftur í trendinum, og seinastu mánaðirnar eru umleið 46 deyð mánaðarliga. Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum seinasta árið var sostatt í miðal 14 børn mánaðarliga. Samanborið við undanfarna tíðarskeið, tá tað tó var hægri enn vanligt, er burðaravlopið seinasta árið minkað niður í eina helvt. Størstu kommunurnar vaksa mest í tali Av kommunum vaks fólkatalið seinasta árið mest í Tórshavnar kommunu og hevur nú rundað Næststørsti vøkstur var í Eysturkommunu og síðani í Nes, Runavíkar og Klaksvíkar kommunum. Í 12 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Sands kommunu. Av bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum, meðan størsta minking var á Sandi og í Runavík. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum mai 2021 og |
281 | Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, ið er vaksin 625 milliónir krónur ella 66,4%. Skipainnflutningurin er vaksin 552 milliónir krónur. Innflutningurin av "maskinum o.a. útgerð", tilfari "til aðra framleiðslu" og "rávøru til fiskavirking" er vaksin 899 milliónir krónur ella 28%. |
282 | Útflutningurin í apríl er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Tað er meiri útflutt í flestøllum vørubólkum. Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 23%. Útflutningurin av makreli er vaksin 77%. Útflutningurin til Russlands er komin niður á 31 milliónir krónur í apríl 21 mió. kr. stava frá sølu av brennievni til russisk skip. |
283 | List hevur alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum, men hevði eisini heilt serligan (andaligan) týdning fyrr. Kring allan heimin hava yrkingar verið nýttar til at lýsa ymisku/ymsu viðurskiftini í samfelagnum. Vit kunnu lesa eldri yrkingar í dag og fáa innlit í kenslur og tankar hjá ymsu sálmaskaldunum, og sostatt eisini hjá menniskjunum tá. Kingo sálmarnir eru sera kendir og hava verið nógv nýttir í føroyum, serliga sunnumorgnar í kirkjuni. Teir vísa á tankarnar, ið almenningurin hevði til Gud og til umheimin. Hugvekjandi er hjá okkum at lesa, hvussu Kingo, ið var biskupur, nýtti nógvar mótsetningar til at koma fram við einum boðskapi og skapti kontrast ímillum jørðina og Himmalin við sínum skaldskapi. |
284 | Thomas Kingo hevur skrivað sálmin "Nú rennur sólin fríð" í 1674, og Christian Matras umsetti hann úr donskum til føroyskt næstan 300 ár seinni. Tó hevur hann valt bert at tikið 6 ørindi við, ímeðan tann danska útgávan hevur 16 ørindi. Yrkingin stendur í "Sálmabók Føroya Kirkju" frá 2000, men hevur eisini verið sungin áðrenn. Av tí, at tann føroyska útgávan hevur serligan týdning í Føroyum, havi eg valt at tikið støði í henni. Har er sera nógv at skriva um, og tí havi eg valt at avmarkað meg við ikki at skriva um tí donsku ella koma inn á munirnar millum báðar sálmarnar. |
285 | Sálmurin er skrivaður á gamlan hátt, á donskum við aa ístaðin fyri å og á føroyskum við sermerktum orðum, ið ikki verða so nógv nýtt longur. Dømi eru "jarðarbú" "Breðg" og "sálarvága". Málið er hátíðarligt skriftmál, ið serliga verður nýtt til yrkingar og sálmar. Sálmurin er regluligt skipaður og inniheldur seks ørindi, við átta reglum hvør. Allar hava endarím ababcddc, og vit síggja eisini dømir á bókstavarím. Vit lesa á fyrst reglu í ørindi tvey: "Ótøld sum sandskorn smá," har trý orð byrja við s. Eisini í ørindi trý og á reglu trý lesa vit: "mær gyrdi garð og grund," har g so er bókstavarím. Sálmurin sum heild er lýriskur, tí hann lýsir kenslurnar hjá yrkjara-eg'num, sum hann sigur frá um Guds náði. |
286 | Sálmurin kann býtast upp í partar. Fyrsti partur er ørindi 1-2, ið vísir á Guds náði og vakurleika. Her er huglagið sera gott, og eingi negativ orð eru her. Ørindi 3-5 síggja vit størri kontrastir, og her snýr tað seg um gerandisdagin, og hvussu Gud kann vera ein partur av honum. Í ørindi lesa vit eisini um, hvussu yrkjara-eg'ið hevur eitt ynski um at halda seg burtur frá synd. Síðsta ørindi snýr seg so um Gud, og hvussu Hann kennir til allan tørvin, og tí er eingin orsøk til at óttast. Allur sálmurin sum heild lýsir ein aktivan Gud, ið er ein partur av øllum økjum av lívinum. |
287 | Sum nógvir aðrir sálmar, hevur hesin nógv myndamál. Ein samanbering er: "Ótøld sum sandskorn smá," ið eisini verður nýtt í Bíbliuni í samband við hugsanir Guds um okkum (Sálm. 139;. Her er talan tó um Guds náði, og hon verður eisini samanborin við havsins sáð og havsins dýpi, ið vísir á, at náðin er óendaliga nógv, tí havið tømist ikki. Persónsgerð síggja vit í fyrsta ørindi, ið byrjar við at sólin rennur fríð og umgyllir fjall og líð. Hetta er við til at lýsa Guds skaparverk sum nakað gott og vakurt. Sólin verður eisini ofta nýtt í samband við náðina, ið er nýggj hvønn morgun. Tí riggar tað sera væl at nýta sólina í hesi yrking. Hon er vøkur, sum hon kemur upp og lýsir á fjøllini um morgunin, tí hon vísir á, hvussu Gud ger alt nýtt og gott. Heitið er fyrsti partur av sálminum, ið er: "nú rennur sólin fríð," so vit síggja, at Kingo hevur valt at leggja serligan dent á hana. At hon rennur fríð, vil siga, at hon er vøkur og ferðast við nógvari ferð. Hetta kann eisini sipa til, at lívið á jørðini er stutt, tí sólin fer upp, men fer eisini skjótt niður aftur. Tað er ein ringrás, sum tó fær ein enda. Lívið kann tykjast sum tað bert heldur á, júst sum sólin kemur aftur næsta dagin, men áðrenn ein veit av, so er tíðin runnin frá einum. |
288 | Annað myndamál er ein skál, ið verður fylt av Guds náði uttan mál. Vit lesa eisini um "likams blómublað," ið vísir á nakað skirvisligt og vakurt. Menniskjans likam er nakað skapt, men er tó sera vesaligt, og hansara sálmar vísa eisini á, hvussu stutt lívið er, og at alt á jørðini bert er fáfongd. Hesin sálmurin er einki undantak. So hetta vísir, júst sum sólin, at lívið er vakurt, tí Gud hevur skapt tað, men at enda, so følnar tað. Summarið er ongantíð serliga langt, og tað er ikki leingi, at blómurnar eru at síggja. Serliga ikki í tempereraða økinum, har blómur eru heldur sjáldsamar samanborið við tann langa og kalda veturin. |
289 | Sálmurin inniheldur nógvar mótsetningar og lýsingarorð. Heimurin og Himmalin eru týðiligir mótsetningar, og eisini nátt og dagur. Guds náði er ljós, ið fær menniskjuni úr myrkrinum og náttini. Vit lesa eisini í ørindi trý og reglu seks til átta: "men frælsur eri eg, frá deyðans dapra veg og sálarvága." Yrkjara-eg'ið sigur, at hann er frælsur, tí Gud hevur gjørt hann frælsan frá deyðans dapra vegi. Hetta er við til at skapa kontrast, og tað gerst ein týðiligur skilnaður ímillum lívið við Gudi og lívið uttan Gud. Hóast ymiskt á jørðini verður lýst sum vakurt, so er tað ein negativur hugburður til heimin. Vit lesa, at tað er tørvur á vernd um náttina, og tað er eisini ein bøn um at sleppa undan sorgini. Hann sigur, at hann hevur tørv á styrki og kraft. Hetta verður ongantíð nevnt í samband við Himmalin ella Gud, ið bert hevur tað góða. Tað er har signingin, styrkin, hjálpin og verndin kemur frá. |
290 | Huglagið í sálminum er fylt við ærufrykt og kærleika til Gud. Tað er eitt persónligt samband millum yrkjara-eg'ið og Gud, ið hóast tað, eisini er fylt við gudsótta. Vit uppliva ígjøgnum yrkjara-eg'ið, hvussu hann sær tað vakra og undrast á stórleika Guds. Hann nýtir eisini náttúrufyribrigdi at lýsa Gud, og soleiðis rakar hann eisini lesaran, ið kennir til vakurleikan, tá sólin rísur, og tey mongu og óteljandi sandskornini á strondini. Hetta eru ítøkiligir lutir og sjónir, ið síðani eru við til at gera Gud kendan, og tað er eisini ein máti at skilja Hann uppá. Temu í yrkingini eru átrúnaður, fáfongd og Guds náði. Øll yrkingin lýsir kenslurnar, ið yrkjara-eg'ið hevur. Hann vísir gleði og takksemi til Gud, tí Hann hevur bjargað honum úr vanda. Átrúnaður er høvuðstema, men Guds náði spælir eisini ein stóran part í yrkingini. Sálmurin er ein lovprísan til Gud og hansara stórleika. |
291 | Sálmurin inniheldur sera nógv barokk eyðkenni, og hann er eisini skrivaður í tí tíðarskeiðinum. Í barokk tíðarskeiðinum hevði átrúnaður sera stóran týdning, og hetta síggja vit eisini í sálminum. Vit lesa eisini, hvussu lívið er merkt av truplum tíðum og armóð. Yrkjara-eg'ið strekkir seg út til Gud, tí hann hevur tørv á hjálp og styrki. Frælsi er at fáa frá Gudi, og trúgvin heldur honum uppi. Sálmurin hevur eisini ein strangan bygna við regluligum endarímum og rútmu. Hann er eisini sermerktur av nógvum lýsingarorðum og antitesum. Sálmurin hevur sama hugburð sum Descartes vísir í einum sitati: "Tað einasta, vit kunnu vera vís í, er, at Gud er einasta standpunktið í lívinum, og Honum kunnu vit hava álit á." |
292 | Sálmurin kann samanberast við yrkingina: "En enkemands nattetanker over sin kones grav," ið hevur sama hugburð til Gud og heimin. Tað er ein deyðslongsul, og Gud er tann, ið allur vakurleiki stavar frá. Trúgvin er tann, ið troystar. Heimurin hevur einki at bjóða, og tað er fokus á Gud. Tó hevur "En enkemands nattetanker over sin kones grav" eina søgugongd, ið annars ikki er til staðar í hesum sálminum. Yrkjara-eg'ið fer eisini ígjøgnum eina menning, tí hann er í stórari sorg og upplivir, hvussu ein eingil vísir honum, at alt ikki er so dapurt, sum tað tykist. Í sálminum er Guds vernd ein tilvitaður partur av lívinum, og tað er ein tryggleiki hóast myrkrið frá byrjan av. Tað tykist, sum yrkjara-eg'ið situr og grundar á lívið og Guds náði, ið síðani kemur til sjóndar sum ein hálovan av tí vakra og góða frá Gudi. Báðir vísa á ein kærleika til Gud og samstundis á gudsóttan. |
293 | Sálmurin sum heild gevur okkum eitt innlit í tankar hjá menniskjum hetta tíðarskeiðið, og vit síggja, hvussu átrúnaður hevur spælt ein stóran leiklut. Gud var orsøkin til alt gott, og øll signing kom frá Gudi. Sum biskupur umboðar Kingo tey høgtstandandi innan kirkjuna, og vísir tískil á hugburðin hjá kirkjuni til Gud. Sálmarnir hjá Kingo eru væl skrivaðir, og hann dugir sera væl at vísa á mótsetningar og skapa kontrast í sínum skaldskapi. Um ein er trúgvandi, er sálmurin ógvuliga aktuellur, tí hann hevur ein varandi og óbroytandi boðskap. Sálmurin kemur sostatt at hava størri týdning fyri ein trúgvandi, enn fyri ein, ið ikki trýr á Gud, tí náðin og tað kensluliga mótvegis Gudi ikki kemur at siga viðkomandi nakað serligt, men kemur bert at hava søguligan týdning. Tískil er relevansurin individuellur, men tað at sálmurin stendur í Sálmabókini frá 2000, vísir eisini á, hvussu hansara sálmar enn hava týdning mong hundrað ár aftaná, at teir er skrivaðir. |
294 | Fyri siðaskiftið í 1539 var sálmasangurin í næstan øllum londum á latínskum máli. Men við Luther fingu fólk Bíbliuna á teirra móðurmáli og eisini sálmasangin, so tá fóru prestar og rithøvundar at yrkja sálmar á móðurmálinum. Føroyingar høvdu einki skriftmál um hetta mundið, og tískil sungu føroyingar danskar sálmar í kirkjunum. Thomas Kingo varð so væl umtóktur, so vit enn í dag tosa um serføroyskan kingosang, ið varð til eitt serstakt sang slag í Føroyum; og enn tann dag í dag eru tað fólk í Tjørnuvík, ið eru før fyri at syngja hetta sang slagið. Kingo hevur yrkti "Nu rinder solen op" í 1674, men Christian Matras týddi sálmin til føroyskt í "Nú rennur sólin fríð" stendur í Sálmabók Føroya Kirkju, |
295 | Tað eru 6 ørindi í yrkingini, har hvørt ørindi hevur 8 reglur. Regluliga skipaða yrkingin hevur eisini regluliga teknseting. Innihaldsliga kann hon býtast í 5 partar. Fyrsta ørindið er ein inngangur, har hann greiðir frá um náttúruna. Hann sigur við seg sjálvan, at hann skal vera glaður fyri alt tað, ið hann sær, tí Guds skapanarverk er í roynd og veru fantastiskt. Annað og triðja ørindið snúgva seg um tað sama, ið er Guds náði. Harrans náðið er so stór, at eingin kann máta hana. Hann er takksamur fyri náðina, ið hann fær frá Gudi. Hann hevur onga sálarkvøl og er tískil ikki ólukkuligur inni í sálini. `I fjórða ørindi fer Kingo frá ytru náttúruni til innaru náttúruna. Hann leggur nógvan dent á, at Gud ansar eftir honum, og at hann altíð er har fyri hann. Eitt nú, tá ið hann leggur seg at sova, verja einglarnir hann, so har er als einki at vera bangin fyri í gerandisdegnum. `I fimta ørindi vónar hann, at hann ikki fer at synda, so at hann ikki sær alt tað góða í lívinum. Hann ynskir, at hann altíð skal minnast til alt tað, ið Gud hevur givið honum og hansara. Sætta, ið er síðsta ørindið, er á ein hátt niðurstøðan í sálminum. Gud kennir best tørvin og trongdina hjá Kingo, og hann kannKingo og øll mannabørn altíð líta á. Tað er ein lovprísan, har hann tekur til, at ein skal lata Gud ræða, tí hann veit altíð best. |
296 | Yrkingin er latin inn í eina hátíðarliga rammu og er nógv merkt av skriftmáli. Tað er flott og poetiskt skrivað. Hann er dugnaligur til at spæla við orðini, og tískil eru nógv bókstravarím - eins væl og myndamál - til staðar í tekstinum. Endarímið er a-b-a-b-c-d-d-c, men har eru eisini bókstavarím í sálminum. Nøkur dømi um bókstavarím eru "`Otøld sum sandskorn smá" og "mær gyrdi garð og grund. Her nýtir Kingo ávíkavíst í fyrsta setninginum 3 orð, ið byrja við bókstavinum s, og í seinna setninginum spælir hann eisini við orðini, har hann nýtir tilvitað 3 orð, ið byrja við sama bókstavinum. Tað eru fleiri onnur dømi, og tað vísir okkum, at Kingo er sera dugnaligur til at orða seg, har hann hevur eitt ómetaliga stórt orðatilfeingi. |
297 | Kingo skrivar sálmin út frá sær sjálvum sum menniskja, har hann leggur nógvan dent á, at vit skulu vera takksom fyri alt tað, ið vit uppliva í gerandisdegnum. Hann hugleiðir um lívið, har alt er í Guds hondum. Hann er varugur við, at syndin kann gera hann blindan, so at hann ikki megnar at síggja alt tað góða í lívinum, men hann vónar, at hann fær megi og styrki frá Gudi, so at hann ikki verður blindaður. Kingo nýtir nógvar endurtøkur og myndamál fyri at leggja dent á júst hetta, har hann eitt nú ofta nevnir náði. "`Otøld sum sandskorn smá og heimsins sáðið, sum havsins dýpi blá er harrans náði". Tað ber ikki til at telja øll sandskornini, tí at har eru alt ov nógv. Hetta sipar til, at Harrans náði er so stór, at hon er meira enn øll sandskornini og djúpri enn havsins dýpi. Sostatt er Harrans náði størri enn nakar mátistokkur, ið tú kanst nýta. Sum sagt er náði eitt afturvendandi orð í sálminum, og tað er tí at Kingo er glaður fyri náðina, ið hann fær frá Gudi hvønn dag. Gud er altíð honum ein hjálpandi hond, og á hendan hátt fær hann hjálp og styrki til at liva gerandisdagin. Kingo nevnir deyðans dapra veg, ið er eitt myndamál fyri deyðan. Hann er frælsur og er ikki bangin fyri at doyggja. Kingo nevnir eisini likams blómublað, ið er eitt myndamál fyri sálina. Gud varðveitir tína sál, og tað er júst hetta, ið ger, at eg eri eg, og tú ert tú, sum ikki kann doyggja. |
298 | Nógvir mótsetningar eru í sálminum. Lív og deyði er ein mótsetningur, har hann ynskir, at vit eru glað fyri lívið og síggja alt tað fantastiska, ið tað hevur at bjóðað. Men harafturímóti skulu vit ikki lata nakað neiligt í lívinum blindað okkum, so vit fara av kós, har vit ikki longur eru før fyri at síggja alt tað góða í lívinum. Ein annar mótsetningur er himmalin og jørðin. Tað himmalska hjálpir honum at liva foldarlívið rætt og gott. Hetta hevur hann fyri eygað javnt og samt. Hann sær Gud ítøkiliga millum annað í sólini og sær eisini hugtøk sum hjálp og vernd í náttúruni. Hetta kemur undir pietismu, tí hann sær Gud allastaðni. Gud er í øllum, og tað gevur honum sálarfrið. Hann hevur eitt álitsforhold við Gud eins og ein mamma hevur við sítt barn. Tað, at hann veit, at Gud er nærhendis, er tryggleiki fyri hann, og tískil følir hann, at hann altíð er í Guds hondum. |
299 | Thomas Kingo hevur yrkt hendan sálmin í barokktíðini, og tað er eisini nógv í sjálvum sálminum, ið vísir á barokktíðina. Ein av hugsunarháttunum í barokkinum var, at tað einasta fólk kundu vera vís í, er, at Gud er einasta standpunktið í lívinum, og honum kunnu fólk altíð hava álit á. Gud er ov stórur til at verða hugsaður av menniskjanum. Hetta sæst aftur í sálminum, ið á ein hátt er ein álitsváttan til Gud. Hann undirkastar seg Gud. Sálmurin er ein lýsing af frælsinum frá Gudi, har trúgvin heldur Kingo uppi og ger, at hann megnar at koma ígjøgnum gerandisdagin. Keðsemi er eisini eitt evni, ið dúgliga varð nýtt í skaldskapum í barokkinum, og tað sæst eisini aftur í hesum sálminum. Menniskju eru fødd til keðsemi, og óansæð, hvussu illa tað gongur í lívinum, so verður alt betri á himni. Tað varð nýttur ein ávísur formur í skaldskapi í barokkinum, har millum annað nógv lýsingarorð vórðu nýtt og eisini nógvir mótsetningar - eisini kallað antitesur. Tað síggja vit aftur í sálminum, har hann ger gagn av lýsingarorðum sum frælsur, frískur, glaður o.s.fr. Omanfyri havi eg nevnt, hvørjir mótsetningar eru í sálminum, ið eru nógvir í tali. Alt hetta, ið eg havi nevnt nú, eyðkennir barokkin og bendir tískil á, at tað er ein sálmur frá barokktíðini. |