Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
600 | Í stuttsøguni er greitt, at man kann samanbera nýggju keypi-mentanina við gomlu áleypandi veiðu-mentanina. Fólkini í stuttsøguni vera sædd sum ránsdýr, meðan vørurnar í matvøruhandlinum vera sædd sum ofrini. Tíðin broytist allatíð og vit broytast við, og hetta hevur serliga sett sín dám á okkara smásamfelag. Frá byrjan av í stuttsøguni sær ein tekin um at handilsørindini eru blivin aktuel ístaðin fyri gomlu veiðuna av ymiskum djóra- og fiskasløgum. "Tilkomin fólk í handilsørindum kvikaðu sær uttan íhald inn og út eftir arbeiðstíð, slotandi og snoddandi - øll við sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni, og at tey á dagligu veiðuferð síni í evstu løtu hava rakt við, ella sett klørnar í, dagsins fong " (l. 6-10 s. |
601 | Rithøvundurin vísir á fleiri slík sitat við veiðu og stremban eftir teimum ómissandi og umráðandi vitaminunum í øllum kosti, serliga í byrjanini av tekstinum. |
602 | Fólk og djór eru tískil ikki heilt ólík, tí báðir skapningarnir eru ótolnir og ágrýtnir, tá tað kemur til at skaffa føði til børnini ella ungarnar, og til sín sjálvs er eitt tað týdningarmiklasta í heiminum. Bara fyri at taka eitt dømi, so kundu vit menniskju verði samanborin við eina leyvu, sum sleikir sær um kjaftin og hungrar eftir eini dygdargóðar máltíð. Vørurnar kundu verði samanborin við eitt jóturdýr, og handilin verði samanborin við veiðulendið. |
603 | "Eg hevði so stórar vónir til hesar vørur, at tað við vissu fór at forða mær í at leypa undir kvørkrarnar á næsta mínum í bíðirøðini, bíta pulsæðrina tvørturav og síðan skræða mær ein feskan kjøtbita burturav " (s 5 l. 14 - |
604 | Hetta sitati er kanska eitt sindur ógvusligt, men tað sigur okkum reiðiliga, hvussu vit høvdu noyðst at liva av hvørjum øðrum um vit ikki høvdu onnur undir okkum í føðiketuni. "Hvør av øðrum liva má" ljóðar eitt orðatal og tað er tann beiski veruleikin. Svongd á fólk kann ávirka heilan, so mikið nógv, at vit vera í ørviti og frá okkum sjálvum, og harvið í ringasta føri kunnu fremja mannaátara atsóknir. |
605 | Metaforar vera brúktir nógv sum til dømis: "hvussu heilt fitt av adrenalini súsaði inn í sukurfátæka blóðrenslið av tankanum" og "Tað skríður í tøkutonnunum nú". |
606 | Merkisvert er at nevna og viðmerkja setningin, tá hon sigur, at hon sá ikki eina hondgranat, men eina fenniku. Av tí at hesin maður við eini fenniku í hondini sær óvanligur og ótraditionellur er fyrsta fatan av manninum sera ógreið. Vit hoyra nógv í miðlunum í dag um yvirgangsmenn og yvirgangsatsóknir og mín beinleiðis fatan sum lesari av søguni var útfrá hennara tonkum var ein óttafull kensla og andstygd á henni av hesum fremmanda um so skuldi verið yvirgangsmanni. |
607 | Fennikumaðurin hevur heilt klárt sínir egnu tankar at passa, hvat man hann hugsa, tá hann kleimir og kroystir fennikuna so hart? Hjúnarbandið hjá honum og koni síni man sikkurt ikki vera á røttu kós. Tað er týðiligt at hann hevur eina innaru vreiði, ið hann má sleppa av við, áðrenn hann styggir øll onnur rundan um seg burtur. Fennikan kann vera tekin um hvussu teirra parlag er í løtuni. Fennikan sum er so sjáldsom í Føroyum, og maðurin sum helst er útlendingur hava tað í felag, at tey ikki hava megnað at gerast góðtikin í samfelagnum. |
608 | Høvuðspersónurin í stuttsøguni er ein kvinna, og einasta dømi, sum eg havi at prógva tað við er á linju 103-105, og har stendur: "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi." |
609 | Einki navn nevnt í stuttsøguni, og tískil er høvuðspersónurin navnleysur. Kvinnan er ótolin, og stendur aftast í bíðirøðini, inntil maðurin við fennikuni kemur at standa aftanfyri hana. Tað er týðiligt at kvinnan er ørkymlað og øst inná støðuna, sum hon er komin í. Kvinnan hevur í síni kurv nakað, sum kallast Kæmphotter pylsur, og ein pakka av pylsubreyði. Bíðirøðin flytir seg við snigla fer og kvinnan byrjar at taka synd í neyðars tannára dronginum við kassan, tí eingin av hinum viðskiftarfólkunum kemur honum til hjálpar. Kvinnan følir samkenslu við dronginum við kassan. Av tí at bíðirøðini var heilt uppsteðgað og gjaldskipanin fryst, so fekk kvinnan snara sær á og sneyta og lúrt afturum seg. Harvið fekk kvinnan kannað hendan mannin aftanfyri seg meiri gjølla, sum hevði eina sjáldsama fenniku í hondini. kvinnan tykist at vera bangin fyri tí fremmanda aftanfyri seg í bíðirøðini, og tað liggur eisini til tann siðvanda føroyingin at vera bangin fyri tí fremmanda. Í miðlunum, sjónvarpinum, tíðindunum og í bløðunum verður nógv tosað og skrivað um flóttafólkastreymin í Europa. Fólk í Føroyum eru ósamd í, um tað er skeivt ella rætt at taka tey til Føroyar, tí ímillum flóttafólkini eru nakrir yvirgangsmenn, ið skjótt kunnu venda kósini hjá landinum. |
610 | Kvinnan er sera hugsunarsom. Hon er nokk fastur kundi í handlinum og undrast á, hvussu maðurin aftanfyri seg hevur megnað at funnið eina fenniku. Hon kemur tó til ta niðurstøðu, at tað einans er av tilvild. kvinnan er ein dømandi persónur og ger sær ymiskar gitingar, sum til dømis hvussu viðkomandi maður hevur fingið fatur í eini fenniku, hví hann er farin fyri at keypa eina fenniku o.s.fr. Høvuðspersónurin hugsar at fennikumaðurin møguliga er fíggjarliga illa fyri, tí hann gongur í inniskóm. Kvinnan ilskast inná fennikumannin, tí hann kroystir fennikuna harðliga, so angin stendur úr henni. Tað er ikki vanligt at gera á einum slíkum almennum staði. Tað er ein samanrenning av svongd, ótolni og strongd, ið tykist at føra fram hennara sinniliga ágangandi medferð í bíðirøðini. Hennara øði gongur fyrst og fremst út yvir fennikumannin, ið stendur og andar hana í nakkan, og gøllheldur eini fenniku. Hareftir leggur hon eftir tí meinkunnuga handlinum, ið hon heldur hevur svikið hana. Innantanna skeldar hon mannin við fennikuni, og um tað var rætt burdi hann ikki funnið hana inni í handlinum. Hann átti at víst størri gleði og víst størri nøgdsemi við at handilin hevði bílagt tær skeivt til hesa vikuna heldur konan. Kvinnan kundi lært av orðatakinum: Eingin fer illa av, at annar fer væl. |
611 | At enda í søguni hugsar hon um mistøk sum heild. Hon hugsar at handilin hevur framt eitt lítið mistak í mun til onnur mistøk á jarðarknøttinum, og at tað ongantíð verður lagt til merkis og hvørvur síðani við tíðini. Hon heldur eisini, at hann burdi sett meir prís á at finnekurnar vóru bílagdar, men tað veit hann sjálvandi einki um, eftirsum hann ikki er fastur kundi í handlinum. |
612 | Um ikki hatta eina dømi nevndið, at tað var ein kvinna, so hevði eg mett at stuttsøgan snúði seg um ein mann orsaka av ódligu og dømandi tankagongdini, ið fer fram gjøgnum størsta partin av stuttsøguni. |
613 | Drongurin við kassan er undir stórum arbeiðstrýsti alla stuttsøguna á tamb. Drongurin, sum røkir sítt fyrsta starv á síni lívsleið endar í einum veruligum hurlivasa, tá gjaldsskipanir vera óvirkin og eingin er at hjálpa honum. Hóast óhepnu støðuna hann er endaður í klárar hann at vera siðiligur |
614 | Tann nikotinstinkandi smágentan verður bara nevnd einaferð í øllum tekstinum. Tað er í endanum, tá hon veitir dronginum við kassanum eina hjálpandi hond, og fær glið á røðina. |
615 | Maðurin við fennikuni verður lýstur sum ein klænur maður miðskeiðis í tríatiárunum. Hann er lættur á fótum og slapp sær smidliga inn í handilin. Hann líkist ikki tí siðbundna- og gerandis hugmyndini av tí vanliga føroyinginum. Ørindi hansara var bara at keypa eina fenniku, og móttakarin/lesarin fær einki at vita um hansara bakgrund. Maðurin er ílatin ein militergrønan jakka og er í inniskógvum, sum má sigast at vera ein spontanur klædnastílur. Ein góðveðursdag er tó ikki óvanligt at ganga í inniskóm, men hansara inniskógvar vóru litfarnir og slitnir. Tað er tí til at skilja, hví kvinnan hevur hugsa hann at vera fíggjarliga sperdan. Óvist er um hann yvirhøvur hevur nakað arbeiði. Hann heldur rimmarfast í fennikuni í aðrari hondini, so fast at knúgvarnir hvítnað. Hann kann eins og kvinnan vera svangur og tað er møguliga atvoldin til at hendan fennikan fær so ringa lagnu. Maðurin hevur onga hóming av, hvussu heppin hann er at hava funnið eina fenniku í júst hesum matvøruhandli. Maðurin er giftur og orsøkin til hann keypir fennikuna er allarhelst tí, at tað er sjáldsamt, spennandi og nýtt. Hann vil varðveita sambandið við konuna hjá sær og eitt parlag kann ofta blíva keðiligt við tíðini. |
616 | Í stuttsøguni ganga nakrir týdningarmiklir mótsetningar aftur fleiri ferðir sum til dømis: tað nýggja spennandi - gamla siðbundna. Tað fremmanda og ókenda - tað kenda og kunnuga. Hatur - kærleiki og friður og ófriður. |
617 | Talan er um innara sjónarhorn. Stuttsøgan verður sædd gjøgnum eyguni á kvinnuni í bíðirøðini, og søgan er søgd í persóni. Lesarin kennir allar hugsanir hjá frásøgufólkinum ígjøgnum allan tekstin. |
618 | Málið í stuttsøguni er sera gerandisligt. Huglagið sum verður ment gjøgnum stuttsøguna er negativt, ræðandi, óhugnaligt og ironiskt. Summir setningar eru óvanliga langir, men eg haldi at annars er setningarnir miðal til longdar. Myndamálið er sera torskilt í hesari stuttsøguni, men tað er tað sum ger søguna eyka góða. Hvør einstakur tulkar myndamálið á ymiskar hættir, og tað er sera áhugvert. Orðini í søguni eru øll meiri ella minni til at skilja fyri almenningin. |
619 | Teksturin kann vera í lítlan mun vera settur í eitt politiskt høpi. Realisma er ein isma, ið er verd at nevna. Teksturin hevur realismu, sum grundarlag undir sínum uppruna. |
620 | Hendan stuttsøgan er serstakliga ringt at seta orð á temu, men kærleiki - hatur. Stuttsøgan er um gerandislívið, hvussu ein vanligur gerandisdagur í einum matvøruhandli kann fara fram. Tema kann vera um menniskjanum í miðdeplinum, um hvussu óvæntað lívið er og hvussu fákunnug vit eru sum menniskju. Ótti, fyri tí óvæntaða. Lívið er óútrokniligt, og tað er tað sum ger lívið so spennandi og hugtakandi. |
621 | Tað finnast ymsik sløg av ævintýrum og ævintýr verða ofta býtt í tveir bólkar. Tann eini er fólkaævintýr og hin bólkurin er kunstævintýr. Hóast hesi bæði sløgini av ævintýrum eru ymsikir, eru kunnu hesi ævintýr minna nógv um hvørt annað. Hetta er tí, at tað ber til at seta ævintýr í frymlar og ofta hava ævintýr eisini temu, ið er galdandi fyri rættiliga nógv ævintýr. |
622 | Ævintýrið Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er eitt fólkaævintýr. Eitt fólkaævintýr er eitt ævintýr, ið er borðin gjøgnum ættarlið frá munni til munn og tí kennist frásøgufólkið til hesi ævintýr ikki. Ævintýr kunnu deilast upp í bólkar og hetta ævintýri er eitt gandaævintýr. Tað, sum eyðkennir hesi ævintýr er, at tey hava gandakendar verur ella yvir náttúrligar hendingar í søgugongdini. Í hesum ævintýrinum er trøllið eitt dømi um eina gandakenda veru. Ævintýrið er fortalt í triðja persóni og við uttara sjónarhornið. Hetta er eitt eyðkenni hjá ævintýrum. Ævintýr sum heild, hava eisini nøkur eyðkenni. Tey fyriganga altíð uttan tíð og stað og kenslur og tankar verða ikki lýstir í ævintýrinum. Í ævintýrinum, Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er hetta eisini galdandi. |
623 | Ævintýri snýr seg um ein sera klókan og fátækan drong, ið fær arbeiði hjá konginum. Av tí at hann er so klókur, fáa teir høgu harrarnir ringt eyga á hann og hetta leiðir til, at hann skal í gjøgnum tríggjar royndir fyri at lívbjarga sær. Í søgugongdini sæst, at talið trý ofta kemur fram. Hann skal í gjøgnum tríggar avbjóðingar frá konginum, hann møtur triðmum monnum í skóginum, á hav botninum er tríggjar gøtur at ganga á og á tí gøtuni hann skal eftir, eru trý torn. Fyri at megna at nýta svørið hjá trøllinum, skal hann drekka tríggjar ferðir av fløskuni. |
624 | Til ber, at seta hetta ævintýri inn í aktantfrymilin. Í hesum gandaævintýrinum, er tann fátækið drongurin bæði subjekt og móttakari. Endamálið við hansara síðstu roynd er at vinna sær kongsríkið, men á veg í mótir hesum, møtur hann mótstøðu. Harrarnir eru øvundsjúkir og royna tí at forða honum, við at lúgva fyri konginum, um eginleikarnar hjá tí fátæka dronginum. Tí verða teir mótstandarir. Hjálparir eru tó eisini ein partur av aktantfrymlinum. Í hesum ævintýrinum eru menninir tann fátæki drongurin møtir í skóginum hjálparir. Kongurin er gevarin, tí tað er hann, ið at byrja við hevur ræði á kongsdóttrini og øllum ríkidøminum. Hetta gevur hann víðari til tann fátaka drongin, tá ið hann hevur megna at bjarga kongsdóttrini. |
625 | Ævintýr hava altíð ein høvuðspersón ella hetju í søgugongdini. Í ævintýrinum Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er hetjan tann fátæki drongur. Hann fer, sum hetjan í flestu ævintýrum, í gjøgnum eina menning. |
626 | Tað ber til at býta gongdina í ævintýrinum upp í tríggjar partar. Tann fyrsti parturin er byrjanin, tá ið lesarin fær at vita, at pápin ikki klárar at breyðføða soninum og tí fer songurin at finna sær eitt arbeiði. Næsti partur er, tá ið sonurin hevur loyst seg frá pápanum og hevur fingið arbeiði hjá konginum. Eisini snýr hesin parturin seg um tær avbjóðingar hann møtur á vegnum. Tað er í hesum partinum, at menningin hjá høvuðspersóninum fer fram. Millum annað, tá hann fer út í skógin at leita sær hjálp og tá ið hann fer út á havið at finna kongsdóttrina. Triði partur er, tá ið hann hevur funnið kongsdóttrina og endar saman við henni. Hann tekur yvir kongsdømið, tá ið kongurin doyr. |
627 | Ævintýrið endar við, at tann fátæki drongurin hevur vunnið kongsdóttrina og kongaríkið. Tann fátæki drongurin endar sum kongur og hetta merkir, at hann á fer síni, hevur megnað at vinna seg upp í eina hægri stætt. Hetta er eitt kent ævintýra eyðkenni. Nógv gandaævintýr eru bygd upp á ein slíkan hátt, at ein, ið at byrja við, er í eini lægri stætt, kemur úti fyri avbjóðingum, ið leiða til, at hann endar í eini hægri stætt. Hesin bygnaðurin kallast heima - úti - heim. |
628 | Heima er áðrenn høvuðspersónurin fer í gjøgnum menningina. Úti er tann parturin, ið skapar menningina hjá høvuðspersóninum og heim er tann nýggja tilveran hjá høvðuspersóninum. Henda nýggja tilveran er nærmast altíð betur enn áðrenn menningin byrjaði. |
629 | Í gandaævintýrum, er høvuðstema ofta menning og soleiðis er eisini í hesum ævintýrinum. Menningin byrjar, tá ið høvuðspersónurin fer heimanifrá og út í lívið. Her møtur hann forðingum, sum hann tó megnar at vinna á, við hjálp frá persónum, ið hann møtur á vegnum. At enda við kemur høvuðspersónurin á mál. Hetta leiðir til eitt lukkuligt lív eftir menningina, sum eisini er nakað, ið flest øll ævntýr enda við. |
630 | Eitt annað tema í ævintýrinum er øvundsjúka. Tað er teir øvundsjúku harrarnir, ið seta gongd á avbjóðingarnar hjá høvuðspersóninum. Hetta er eisini eitt vanligt tema í ævintýrum. Ofta eru mótstandarirnir øvundsjúkir og tí royna teir at foðra høvuðspersóninum at vinna. |
631 | Av tí, at ævintýr hava nógv felags eyðkennir, minna fleiri teirra um hvør annað, tó við summum ymiskleikum. Eitt ævintýr, ið minnir nógv um Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum er ævintýrið hjá H. C. Andersen Klods-Hans. Hetta ævintýrið snýr seg eisini um ein drong, ið eingin helt hava møguleika fyri at vinna sær kongsdóttrina. Tó megnar hann at fáa hana hóast alt. Ævintýrið Klods-Hans er tó eitt sindur annarleiðis. Klods-Hans er ikki einabarn og hansara orsøk fyri at royna at vinna kongsdóttrina er ikki tann sama, sum í ævintýrinum um tann fátæka sonin. Í Klods-Hans er tað kongsdóttirin, ið leitar eftir einum maka og hetta setur gongd í menningina hjá Klods-Hans. |
632 | Tað sum ger, at hesi bæði ævintýrini minna um hvørt annað er, at tey bæði hva heima - úti - heim bygnaðin. Høvuðspersónarnir í báðum ævintýrunum er heima at byrja við. Teir fara heimanifrá og hóast hetta er av ymsum orsøkum, er úrsliti, at teir fara í gjøgnum eina persónliga menning. Bæði ævintýrini enda lukkuliga og høvuðspersónarnir enda báðir í eini hægri stætt, enn teir vóru í, áðrenn menningin byrjaði. |
633 | Hóast talan er um eitt fólkaævintýr og eitt kunstævintýr, kunnu tey væl samanberast. Hetta er tí, at bæði kunnu setast í aktantfrymilin og tí at tey hava sama bygna. Eisini eru temuni í báðum ævintýrunum sera lík og hetta ger, at tey minna nógv um hvørt annað. |
634 | Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" snýr seg um hvussu ein neyðstaddur persónur kann gerast eydnuríkur gjøgnum trúfesti og við at hava álit. Eftir heitinum á ævintýrinum, so snýr ævintýrið seg um ein drong, ið verður slatraður av harrunum hjá konginum vegna øvundsjúku. Drongurin verður tí noyddur til at gera ymiskar og torførar uppgávur, har hann endar við at bjarga kongsdóttrina. Ævintýrið er eitt skaldskap av mannamunni, ið hevur ferðast millum fólk, áðrenn ævintýri einaferð er blivið skrivað niður. Ævintýrið hevur neyvan upphavsrit í Føroyum, tí umstøðurnar í ævintýrinum kunnu ikki sammetast við umstøðurnar í Føroyum. Ævintýrið er úr bókini "15 Føroysk ævintýr", ið Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í Í samband við útgávuna í stílevninum, hevur Lydia Didriksen endurskrivað ævintýrið i lættara málbúna. |
635 | Ævintýrið er eitt fólkaævintýr, ið eisini verður kallað fyri uppruna-ævintýr, av tí tað hevur verið síðan av fyrstan tíð, tá ið ævintýrini spjaddust frá munni til munn. Eyðkennini í "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" leiða til, at ævintýrið er eitt gandaævintýr. Menningarsøga verður sera ofta funnið í gandaævintýri, har høvuðspersónurin skal stríðast og at enda verður fluttur á hægri stig. Høvuðspersónurin skal vanliga finna sær eydnu gjøgnum sínar ferðir og hugtakandi upplivingum. Eisini er eitt sjótrøll við, ið ikki hoyrir heima í okkara alheimi, men heldur í einum gandaheimi. Gandaævintýr eru ofta yvirnatúrlig, og í okkara ævintýri, eru tað fleiri yvirnatúrligar hendingar, til dømis at seglskipið ikki vil sigla, sjálvt um tað er nógvur vindur. Falskar hetjur eru eisini eyðkennir hjá gandaævintýrum og í hesum føri, eru teir høgu harrarnar hjá konginum mótsetningarnir hjá dronginum, ið gjøgnum ævintýrið royna at forða dronginum frá at finna eydnuna. |
636 | Gandaævintýr hava ein grundbygna, sum ofta er skipa eftir leistinum Heima - Úti - Nýtt heim. Heima - Úti - Nýtt heim, verður sett í samband við byrjan, høvuðspartur og endi. Drongurin býr heima hjá pápanum, inntil hann gerst ungur, og verður noyddur til at fara "út" og finna sær arbeiði. Hetta umboðar hvussu hetjan í ævintýrinum broytist og mennist, frá hann er barn, og til hann blívur ungur. Tá ið drongurin er "Úti", verður hann noyddur til, sjálvur at finna sína eydnu, og vanliga er tað gjøgnum hugtakandi og vandamiklar avbjóðingar. Til endans eydnast tað altíð hetjuni, at finna sína eydnu, og fær sær tí eitt nýtt heim. Altíð verður tað eisini lovað hetjuni eina eydnuríka framtíð. Í ævintýrinum vinnur drongurin sær prinsessuna, og harvið jørðina hjá konginum, ið eisini er eitt sera vælkent eyðkenni í gandaævintýrum. |
637 | Byrjanin í ævintýrinum er stutt og einføld. Av tí at byrjanin er stutt, so leggur ævintýrið serligan dent á høvuðspartin, har tað er nógvur tvídráttur millum drongin og teir høgu harrarnar. Klimaksið er beint áðrenn ævintýrið endar, tá ið teir høgu harrarnar kvetta línuna av hjá dronginum. Hetta er hæddarpunktið í ævintýrinum, tí hetta fær lesaran til at ivast, um hetjan megnar at vinna sær eydnu í síðstu avbjóðingini, ið ikki tikist gjørlig. Aftaná at drongurin megnar sína síðstu og mest torførastu avbjóðing, kemur endin, har drongurin livur allar sínar dagar í ríkidømi. Spenningurin í ævintýrinum er bygdur upp eftir avbjóðingunum hjá dronginum, ið gerast meira og meira torførar og á hendan hátt byggir ævintýrið til sítt klimaks. Tá ið tað verður bygt upp til klimaksið, er tað meiningin, at lokka lesaran til at halda, at drongurin longu hevur klárað allar sínar avbjóðingar, men fær tó eina síðsta og óvæntaða avbjóðing. |
638 | Øll ævintýrini hava fleiri eyðkennir, ið kunnu síggjast umaftur gjøgnum tey ymisku ævintýrini. Hetta ævintýrið er heldur einki undantak, tí tað hevur eisini fleiri ævintýreyðkenni. Í fólkaævintýrum er tað vanligt, at persónarnir einki navn hava. Ístaðin fyri nøvn, so vera persónarnir ofta lýstir við einum heiti ella lýsingarorðið, sum til dømis "kongurin" og "tann klóki drongurin". Í ævintýrinum, verður drongurin lýstir sum fátækur og klókur. Harvið verður kongadóttirin lýst sum vøkur. Ævintýrið hevur ikki nógvar ymiskar persónar, men fylgir einum drongi, ið eisini er hetjan í ævintýrinum. Einki verður lýst um útsjóndina hjá dronginum, men vit fáa at vita, at hann er klókur. Aðrir persónar í ævintýrinum eru teir høgu harrarnar, teir tríggir menninir í húsinum í skóginum og kongadóttirin. |
639 | Líka sum tey flestu fólkaævintýrini, so er frásøgumaðurin ein persónur í er alvísur. Tað vil siga, at frásøgumaðurin hevur eitt stórt yvirlit yvir allar hendingarnar, og at hann veit longu frá byrjanini, hvussu alt kemur at ganga fyri seg. |
640 | Talið trý og sjey, eru tvey tøl ið vera nógv nýtt í ævintýrum, og sjálvt um talið sjey ikki verður nýtt í hesum ævintýrinum, so verður talið trý nýtt fleiri ferðir. Tá ið drongurin kemur til húsini, har ljós brennir, hittir hann tríggir menn. Talið trý er eitt eydnutal, og tí er tað bert ráðið frá tí triðja manninum, ið dugnar dronginum. Hesir tríggir menninir kunnu eisini síggjast sum eitt myndamál fyri teir tríggir vísmenninir úr Bíbliuni. Talið trý kemur fram aftur í ævintýrinum, tá ið drongurin kemur til tríggjar gøtur, og so aftur eina seinastu ferð, tá ið hann kemur til trý torn. Drongurin verður eisini gjøgnum søguna noyddur til at klára tríggjar avbjóðingar, áðrenn hann megnar at bjarga kongsdóttrini. Nær við endan, tá ið drongurin skal taka svørðið, verður hann noyddur til at drekka tríggja ferðir áðrenn tað eydnast honum at drepa sjótrøllið. |
641 | Líka sum tey flestu fólkaævintýrini, so vísir ævintýrið onga søguliga tíð ella ávíst landafrøðiligt stað. Tað verður lýst, at ein skógur er í umhvørvinum, men sjálvt um eingin skógur er í Føroyum, so hevði ævintýrið kunnað tikið støði í restini av Evropa. |
642 | Í ævintýrinum er tað heldur einki mark millum tað veruliga og tað yvirnatúrliga. Bert við at hyggja at heitinum, síggja vit hvussu ævintýrið fer at vera yvirnatúrligt, tí eingi sjótrøll finnast í okkara heimi. Ein partur av ævintýrinum fyrigongur seg undir sjónum, tá ið drongurin skal bjarga kongsdóttrini . Undir sjónum megnar drongurin, at gera fleiri rørslur, ið vanlig fólk bert megna at gera á landi. Hetta týðir uppá ymiskar háttar á, at tað er luft heldur enn vatn undir sjónum. Kongsdótturin hevði heldur ikki megnað, at sitið sum fangi undir sjógvi í longri tíð, um ævintýrið var veruleikakent. Hetjan fær eisini styrki, aftaná hann hevur drukkið úr einari krukku, ið heldur ikki er nakað sum tykist gjørligt í okkara heimi. |
643 | Eitt sum eisini sera ofta gongur aftur í fólkaævintýrum er endin. Í teimum flestu fólkaævintýrum, endar tað lukkuligt hjá hetjuni, har hann hevur klárað allar sínar avbjóðingar og fingið sína viðursløn. Tann mest serkenda viðurslønin í fólkaævintýrum er kongaríkið og prinsessan. |
644 | Myndamál í ævintýrum kunnu ofta setast í samband við kristindómin. Eitt av teimum myndamálunum ið eg havi funnið, er at fuglarnir í ævintýrinum umboða einglar. Tá ið fuglarnir hjálpa dreinginum, eru teir bert saman við Guði, og hjálpa Guð við at stuðla dreinginum. Skógurin kann eisini vera eitt myndamál fyri tað ókenda og loyniliga. Krukkan sum drongurin fær frá kongsdóttrini, kann eisini vera eitt myndamál fyri styrkina, kvinnur kunnu geva monnum gjøgnum kærleika. |
645 | Hetta ævintýrið kann bæði samanberast við "Øskudólgur" og við "Svínadrongurin" hjá H.C. Andersen. Í ævintýrinum um Øskudólg, skal Øskudólgur eisini gjøgnum tríggjar avbjóðingar áðrenn tað eydnast honum, at vinna sær kongsdóttrina. Í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, megnar ein fátækur og klókur prinsur at vinna sær keisaradóttrina. Líka sum í ævintýrinum hjá okkum, so megnar Svínadrongurin, at gerast eydnuríkur sjálvt um, at hann bleiv føddur fátækur. |
646 | Tað eru nøkur temur í ævintýrinum, har eitt av teimum er stríðið millum tað góða og tað ónda. Hetta er eitt tema, sum kann síggjast í sera nógvum ævintýrum, har hetjan vinnur ímóti tí ónda. Onnur temu í ævintýrinum eru menning, øvundsjúka, álit og trúfesti, vón og mót. Menningin í ævintýrinum er týðulig, har vit uppliva tað skiftið frá at vera barn til vaksin. Álit er eisini eitt tema, tí drongurin má gjøgnum søguna líta á teir tríggjar menninar í skógini og harvið eisini líta á Guð. Fyri at megna avbjóðingarnar, verður drongurin noyddur til at seta sítt álit á Guðiog síðani vóna, at Guð fer at stuðla honum. Guð umboðar tað góða, og tí stuðlar hann dronginum ímóti tí ónda. Teir høgu harrarnar bera øvundsjúku, og tí kunnu teir tulkast sum tað ónda, tí teir umboða synd. At gerast eydnuríkur sjálvt um tú ert føddur í keðiligum fíggjarumstøðum, er ein partur av menningini í ævintýrinum. "From zero to hero" er eitt kent enskt orðafelli, ið eg meini hóskar serstakliga væl sum tema til ævintýrið, tí tað lýsir akkurát hvussu drongurin menti seg burturúr ongum, til at blíva ein hetja. |
647 | Ævintýrið fortelur okkum, at við hjálp frá Guði, so ber tað til at gerast eydnuríkur óansað hvør tú ert. Eisini fortelur ævintýrið okkum, at øvundsjúka hevur keðiligar avleiðingar. |
648 | Fleiri fólkaævintýr, ið vit kenna til í dag eru sera gomul og koma líka frá miðøldini. Bæði samfelagsviðurskiftini og fólkamenningin var øðrvísi í miðøldini, og tí høvdu fólk onnur virðir og vónir. Vegna samfelagsviðurskiftini í miðøldini, so var tað næstan ógjørligt at broyta sína egnu fíggjarstøðu. Tey sum vóru rík vóru fødd rík, og tey sum vóru fátøk vóru fødd fátøk. Guð var tí ofta lýstur sum tann einasti sum hevði megi til, at broyta fíggjarstøðuna hjá fólki. |
649 | Meiningin við ævintýrum er fyri fyrst og fremst at undirhalda lesaran. Boðskapurin er millum annað, at læra børnini um siðalag og at skilja munurin millum tað góða og tað ónda. Ævintýr hava eingin mørk og tað ger tað møguligt hjá frásøgumanninum, at útfylla sítt skapanarevni. |
650 | Hendan stuttsøgan er úr Vencil nr. 15 í Søgan eitur Fennika og er skrivað av Anniku Skaalum. Annika er uppvaksin í Vági og er urtagarðskvinna, cand. phil. í søgu og siðsøgu. Beint nú er hon miðnámslærari í studentaskúlanum í Hoydølum og arbeiðir eisini á Landsskjalasavninum. |
651 | Søgan byrjar í medias res, har ið vit við byrjan fáa at vita, at høvuðspersónurin er í einum matvøruhandli og keypir inn. Hon er komin í bíðirøðina, men kassin frammanfyri er frystur, soleiðis at høvuðspersónurin er noyddur at bíða. Hon er sera ótolin meðan hon bíðar og hevur eina hugsanarhátt, ið líkist einum ránsdjóri, sum er við at leypa á. Meðan hesar blóðug hugsanir mala í høvdi hennara, kemur ein klænur maður við einari fenniku aftanfyri hana í bíðirøðina. Høvuðspersónurin undrast nógv um hendan fennikumannin og byrjar at spekulera hví hann er komin rennandi inn í handlinum í inniskóm, bert fyri at fáa eina fenniku. Søgan endar við at ein nikotinstinkandi smágenta kemur til kassan. |
652 | Vit fáa serstakliga lítið at vita um høvuðspersónin; sjálvt um vit fáa ein langan monolog gjøgnum hennara hugsjón, fáa vit onki at vita um hana, uttan hennara tankar.Vit vita ikki navn hennara, hvussu gomul hon er og søgan fortelur okkum ikki eingongd beinleiðis at hon er ein kona. Í byrjanini ljóðar tað at vera ein drongur, søgan handlar um, við hvussu ógvusligur hennara hugsan er. Tann einasti grundin til, at eg haldi tað er ein kona, er í linju 103 - 105, har stendur "Og so høvdu tey í besta føri hildið meg vera ein lygnara og í ringasta føri eitt illkvendi".Illkvendi sipar til eitt illført konufólk, hetta er tað einasti møguleikin fyri at finna útav at høvuðspersónurin er ein kona og tað er síðst í søguna, vit lesa hetta.Høvuðspersónurin er sera sarkastiskur, ótolin og hugsar sum eitt ránsdjór. Meðan hon stendur og bíðar at kassin fer í gongd aftur, hevur hon ræðuligar ógvusligar tankar. Hon er noydd til at halda seg aftur, fyri ikki at byrja at leypa á tey, sum standa í bíðirøðini. Hon heldur eisini, at tað ikki bara er hon, sum hevur hesar ógvusligu tankarnar, men at onnur fólk eisini høvdu kunnaðfunnið uppá at dripið hvønn annan fyri tað, sum tey hava í kurvunum.Hóast hon hevur hendan hugsanarháttin, tekur hon synd í kassadrongurin, ið stendur hjálparleysur og rópar í hátalaran fyri at fáa onkran at koma at bjarga sær. Sum altíð hevur høvuðspersónin eina forkláring uppá, hví hinir arbeiðsfelagarnir ikki koma rættstundis til kassan. Hon heldur, at drongurin við kassan er nýggjur í starvi og meðan hann stendur har og stríðist og strevist, eru hansara dovnu og følsku arbeiðsfelagar aftanfyri og roykja, sms'a og annað tílíkt. Tað kann vera at hon hevur rætt, av tí ein "nikotinstinkandi smágenta" endiliga kemur til kassan, men tað handlar eisini um, um man heldur at høvuðspersónurin er fullkomiliga álítandi, sum forteljari.Tað kann vera at høvuðspersónurin hevur einaferð verið í somu støðu, sum hesin ungi drongurin er í nú og tí hevur samkenslu við honum.Av tí har eru trupulleikar við gjaldskipanini, fær høvuðspersónin møguleika at hyggja aftur til mannin, ið kom aftanfyri hana. Høvuðspersónin er sera dømandi og finnur uppá forkláringar uppá ting, hon heldur vera áhugaverd, t.d. tá ið maðurin, sum hevur eina fenniku í hondini er komin aftanfyri hana, byrjar hon serstakliga at granska hann. Hon sær eina giftiring og byrjar so at gera langar frágreiðingar uppá hví hesin maðurin er komin spurtandi oman at keypa eina fenniku - kanska kona hansara er við at gera døgurða, men manglar eitt sjáldsamt grønmeti. Hon heldur kanska eisini at hann er búskaparliga illa fyri, av tí hann gongur runt í slitnum inniskóm. Hon byrjar spakuliga at blíva súr aftur og skeldar fennikumannin innantanna, fyri at handfara eitt so sjáldsamt grønmeti so harðliga og hann skal vísa meira gleði yvirfyri at handilin er komin til at bíleggja honum eina fenniku við óvart. |
653 | Søgan sipar nógv til at samanbera okkara nýggju keypimentan við ta gomlu áleypandi veiðumentanina og tískil samanbera menniskjur við ránsdjór. Vit eru farin á veiðu fyri at fáa dagsins fong, ið skal ímynda dagsins døgurða. Søgan leggur dent á, at vit fara í ein hugsaðan blóðugan bardaga yvir fongin hjá øðrum. Øll fólkini, uttan fennikumaðurin, kassameistarin, og nikotingentan, blíva lýst soleiðis "sama, tóma, jagstrandi eygnabrái, ið boðar frá blóðsukri, ið stendur í botni, og at tey á dagligu veiðuferð síni í evstu løtu hava rakt við, ella sett klørnar í, dagsins fong" - reglu sjey til tíggju.Øll eru á sína egnu veiðuferð og hava djórkendar ætlanir.Sjálvt um høvuðspersónurin er sera svong, hevur hon longu fingið sín fong, Kæmpehotter pylsur og hon hevur hon stóran vón um, at tær skulu fáa hennara blóðtosta niður. Høvuðspersónurin er sera alvakin og hevur gott eyga á øllum rundan um seg. Allir tankar hjá henni eru um bardaga og hon er klár, um nakað hendir. Tá ið maðurin kemur aftanfyri hana og í sínum militergrøna jakka, hugsar hon beinavegin, at tað grøna, hann hevur í hondina, er ein hondgranat, men so steðgar hon á og sær at tað bert er ein fennika. Hon missur nøkulunda sína blóðtosta, tá ið hon sær hesa fennikuna og byrjar heldur at hugsa um, hví hann hevur keypt eina fenniku, enn tey djórkendu ætlaninar, hon hevði áðrenn. |
654 | Stuttsøgan gongur fyri seg frá tí, kassin frystir, til gentan kemur og fær gongd í handilin aftur; tað vil siga, at tað er eitt sera stutt tíðarskeið, sum bert er uml. fimm til tíggju minuttur.Vit fáa at vita at stuttsøgan gongur fyri seg mitt í viku og at klokkan er uml. fýra, av tí høvuðspersónin sigur at tað er eftir arbeiðstíð.Søgan er kronologisk, av tí vit hvørki fara aftur ella fram í tíðina; so tað vil siga at søgan er tíðarraðarbygnaður. Men har er eitt sindur av afturliti í søguni, sum t.d. tá ið høvuðspersónin hugsar um hvussu nýggjar og spennandi piparfruktirnar vóru, tá tær akkurát vóru komnar í handlarnar.Man fær ikki at vita hvat tíðarskeið søgan er í, men vit vita at tað er í tí modernu tíðini, av tí at søgan forklárar um fólk, ið sms'a og at kassin frysti; so tíðarskeiðið kann vera líka frá byrjani av 90'unum og fram til nútíðini.Umhvørvið verður lítið nevnt í stuttsøguni. Handilin, sum høvuðspersónin er í, hevur tveir kassar tætt við hurðarnar til handilin, ið eru sjálvvirkandi glashurðar. Vit fáa ikki at vita hvar í heiminum søgan fyrigongur, men av tí tað verður nevnt at veðurlagið sjáldan er gott, kann tað sipa til at søgan fer fram í Føroyum. |
655 | Søgan blívur lýst í innara sjónarhorni við einum persóns-forteljara. Vit fylgja høvuðspersóninum og fáa alt at vita gjøgnum hennara hugsan. Málsliga er tað eitt sindur ringt at fylgja við og man skal greina eitt sindur meira enn vanligt. Teksturin er skrivaður uppá ein merkisverdan máta, við nógvum lýsingarorðum og óvanliga longum setningum. Við tað meinast ikki, at tað er ringt at fáa týdningin úr tekstinum. Har eru sjáldan torfør orð og gevur okkum sum oftast eina beinleiðis lýsing.Søgan fyrigongur í nútíðini, men lýsir nógv tátíð, t.d. "tað var ein fennika" reglu 30, "Hann helt rimmarfast" reglu 71, "Men eg visti tað" reglu 91, o.s.fr. |
656 | Stuttsøgan er nógv um okkara gerandislív og hvussu vit sum menniskjur ikki er so langt butur frá ránsdjórum, sum vit kanska halda.Lívið hjá okkum minnir faktisk nógv um gerandisdagar hjá ránsdjórum; í hvørfall gjøgnum hugsanin hjá høvuðspersóninum. Vit halda okkum vera sosial menniskjur, men vit hava enn tendensir at hava blóðugar hugsanir; vit kunnu vera sera ótolin og aggressiv móti tingum, ið vit ikki hava kunnleika til og hugsa nógv um at skaffa føði til okkum sjálvs ella børnini.Lívið er sera tilvildarligt og ting kunnu henda, sum vit halda er óvanligt; sum t.d. ein løgin maður keypir eina einfalda fenniku. |
657 | "Men annars eru teir mongu tjóðskapirnir í Føroyum rættiliga ósjónligir, og tað er spell, tí tað er ikki bara innan matgerð, at okkara tilflytarar hava nakað at bjóða uppá". Hetta sigur Kinna Poulsen í røðu sínari "Grækarismessurøða", sum var hildin á Vaglinum í Havn mars Røðan varð hildin á Grækarismessu í sambandi við, at okkara tjóðfulgur, tjaldrið, kom aftur til Føroya. |
658 | Í røðu sínari umrøður Kinna Føroyar, og hvussu vit skulu menna okkum sum land við at fagna opinleikanum og ymiskleikanum. Sjónarmið hennara skína lættliga gjøgnum tekstin, og týðiligt er, at hon ynskir, at føroyingar Føroya skulu gerast betri at vera opin fyri ymiskleikanum og hugsa positvt meðan vit skapa eina bjarta framtíð fyri eftirkomarar okkara. |
659 | Í røðu sínari viðgerð Kinna tann stóra týdningin, sum tilflytarar hava fyri okkum føroyingar. Kinna tekur dømir fram um tilflytarar, ið eru komnir til Føroyar, og veruliga hava gjørt mun innan mentan og list. Eitt nú nevnir Kinna hvussu snedigt Føroyar hevði verið uttan tí føroysku listina, ið gongur fyri seg niðri í Steinprenti. Steinprent hevði ivaleyst ikki verið til, uttan Elisabeth Taylor og Flora Heilmann, sum vóru millum tær fyrstu, sum tókust við myndlist í Føroyum. Við hesum vísur Kinna á at tað er týdningarmikið fyri eitt nú listina, at listafólkini fáa íblástur frá umheiminum. Eitt listafólk hevur nevnliga stóran tørv á íblátri fyri at menna seg sum listafólk. Nógvur íblástur er sjálvsagt at finna millum oyggjarnar, men eins og Føroyar er serstakt á ein hátt, er umheimurin serstakur á ein annan hátt. |
660 | Tvístøðan, sum Føroyar halda fram at vera í er at vit fegin taka móti danska blokkstuðlinum, hvørt tað einasta ár, og lata Danmark taka móti flóttafólkunum. Hinumegin skal Danmark endiliga ikki blanda seg í handlinum við fiskaloyvi ella tað samstarvið sum Føroyar hevur við Russland. Kinna orðar tað sum "vit blása við mjøli í munninum og gera tað eftirhondini nokk so rutinerað." Hetta meinast at vit vilja hava, hóast vit ikki vilja geva, eins og tá ein blásur við mjøli í munninum, tí tað nyttar jú einki. Hendan tvístøðan hevur avleiðingar við sær, sum er orsakað av at vit nú eins og ongantíð fyrr hava stóran tørv á at londini síðna millum stuðla hvøjrum øðrum. Kinna heldur at Føroyar enn ikki megnar at síggja veruleikan sum hann er. Vit nýtast ikki at hyggja longri burtur enn til Frankaríki, har tað tann 15 var yvirgangsbumbing, sum bert er eitt av teimum mongu dømunum á hví tað er stórur tørvur á at vit standa saman. |
661 | Kinna leggur stóran dent á framtíðina og hvussu týdningarmikið tað er, at vit minnast at "planetin bara er okkum til lans og at okkara tið her er avmarkað." Sum dømi á hetta nevnir hon Sverre Patursson, sum var hugsjónarmaður, rithøvundur, blaðmaður og skipaði saman við Skótaliði Sigmunds Brestisson fyri Grækarismessuhaldi í Sverre skrivaði eina yrkingin, ið er nevnd "Kom dagur, kom ljós", og í yrkingini umrøddi hann sólina, ljósið sum verður sett í samband við eitt ynski um tjóðskaparligt sjálvræði. Kinna lýsir Sverre sum ein mann, ið hevði bjartar dreymar um at Føroyar fór at vaksa seg stórt og hóast vit vóru 000 fólk í 1932, meinti hann at fólkatali mátti fara at vaksa til eini Sum Kinna eisini sjálv nevnir, so er hetta heldur optimistiskt hugsað. Hyggja vit eftir hagtølinum hjá Hagstovu Føroya, so vísa tey at í 2014 vóru tað 228 fólk í Føroyum, ið ikki so frægt er tað dupulta av tí sum Sverre droymdi um. |
662 | Fyri tað annað byggir Kinna røðuna upp við einum spurningi, um hví tjóðfulgur okkara er tjaldrið. Tjaldrið er hóast alt ein flytifulgur, sum kemur, tá ið tað byrjar at summra og flýggjar heðani áðrenn kuldin og myrkrið byrja at hómast á himni. Røðan endar við svari á spurninginum um hví júst taldrið er valdur sum tjóðfulgur. Kinna greiður frá at orsøkin til at tjaldrið er tjóðfuglur okkara er grundað á, at hann myndar sjálvbjargan, ósjálvsøkan, rættvísi, umsorgan og afturat hesum er tjaldrið ein trúgvur fulgur, ið altíð vendur heim aftur til Føroyar. Kinna sipar til at vit kunnu læra okkurt av tjóðfugli okkara, hóast tann føroyski veruleikin ongantíð verður lýtaleysur, tí tað skal hann ikki vera. |
663 | Venda vit aftur til Sverrre, so greiður Kinna frá at hann tyktist at vera gestablíður í mun til umheimin. Hetta leggur Kinna eisini dent á, tá ið hon tosar um tjóðarfugl okkara, tí tað er nevnliga hann, ið kann læra okkum okkurt, ið ofta verður tikið til fánýtist. Vit taka okkum alt ov lítið av teimum veiku og leggja alt ov stóran dent á tey, ið eru øðrvísi ikki eru sum vit føroyingar. Taka vit dømi sum Kinna nevnir í fyrsta parti av røðuni, so er matvøruúrvalið í frystidiskurin í Miklagarði sera fjølbroytt. Kinna nevnir tað sum nakað gott, at vit í Føroyum royna at skapa pláss fyri øllum, men hon gloymir at nevna baksíðuna. Í summum dagstovunum í Danmørk mugu tey ikki longur borðreiða við svínakjøti til døgurðan, tí trúgvin hjá teimum, sum eru av jødaætt, forbjóðar svínakjøt. Hóast hetta fer fram í dagstovunum í Danmørk merkir ikki at tað fer at fara fram her, men við hesum royni eg at leggja dent á at tað er týdningarmikið, at vit ikki altíð laga okkum eftir tilflytarnum, tí tað er hóast alt tey, ið hava valt at búðsett seg í okkara landi. |
664 | Vit skulu vera fyrimyndarlig. Tað finst einki fyrimyndarligt við at bara vilja hava, ístaðin fyri at geva. Hóast vit kappast við øðrum londum um hvør fangar mesta fiskin, so er tað sjálvsagt, at um vit ikki ansa eftir, so taka vit allan fiskin og eingin verður eftir til næsta ættarliðið. Føroyar oyða fiskastovnar, sum Kinna nevnir í røðu sínari. Ein tann størsta vinnan hjá Føroyum er nevnliga fiskivinnan, og tí eru eingir fíggjarligir trupulleikar at peika á har, uttan tað at øll vilja sleppa uppí part. Tað er eins og við teimum mongu matstovunum, ið selja pitsa niðri í Havnargøtu. Matstovurnar, ið selja pitsa liggja nærum um hvørt horn í býnum. Orsøkin til hetta er, tí at ein bráddliga byrjar at selja pitsa, og finnur útav at nógvir pengar koma burturúr. Aftaná vilja øll sleppa uppí part við at selja pitsa, og at enda vinnur eingin nakað. Hetta, sum Kinna eisini greiður frá, er nakað sum føroyingar verða noyddir at gevast við, nevnliga at halda áfram at skava inn undir okkum. |
665 | Broyting er lykilin til eina bjarta framtíð her í Føroyum. Fólkatali lækkar, og vit mugu steðga lækkingini, við at prógva at tað er í Føroyum fólk skulu búgva. Kenda orðatakið "ver móti øðrum, sum tú vilt hava at onnur skulu vera móti tær", er vegurin fram móti einum góðum landi. Stórt ivamál er tó um vit nakrantíð fara at megna at gera broyting, tí longu nú, næstan eitt heilt ár aftaná at Kinna helt røðu sína, er lítið og einki broytt í okkara lítla samfelagið. Vit loyva enn ikki ymiskleikanum eins og nógva aðra staðni í heiminum. Tá ið eg nevni ymsikleika, hugsi eg um eitt ávíst mál, nevnliga at ikki samkynd kunnu verða vígd borgarliga. Í hesu løtu bíða vit eftir at Viðgerð av málinum skal viðgerast, og eingin veit hvussu verður, tí seinast fall uppskotið. Longu her, meini eg, at Føroyar ger eitt stórt misstak, tí vit melda út at í Føroyum hava øll menniskju ikki somu rættindi, sum er orsakað av kynsligum hugi á fólki av sama kyni. |
666 | vvcxv, so taka vit allan fiskin og eingin verður eftir til næsta ættarlið |
667 | Endamáli við røðuni er, sum eg havi umrøtt, at vit skulu læra at tað eru vit, føroyingar, ið skapa okkara land og tí er sera týdningarmikið at vit fara væl um landi og ymiskleikan, ið býr í landi okkara. Tað eru nevnliga vit, ið skulu vera fyrimyndin, ikki bert fyri eftirkomarar okkara, men fyri umheimin. Orsakað av endamálinum er móttakarin av røðuni allir føroyingar. |
668 | Tað er sera torført at siga hvat framtíðin ber við sær, men tað einasta, ið vit kunnu gera er at gera okkara fyri at broyta Føroyar til tað betra. Føroyar skal vera fyri øll, og eins og Kinna staðfestir í røðu sínari, so hava vit lært nógv av tilflytarnum og ivaleyst kunnu vit læra enn meir. Ymiskleiki er eitt grundarlag undir at byggja eina góða tjóð, og tí er alneyðugt at vit taka ímóti honum við opnum ørmum. Tað tekur langa tíð at broyta eina tjóð, men Rom bleiv eiheldur bygt uppá ein dag, og nakað er betri enn einki. |
669 | Øvundsjúka er ein ring sjúka, ja, møguliga tann ringasta, ið er. Ævintýr, serliga gandaævintýr, eru eyðkend fyri at viðgerða ymsikar menningar hjá menniskjanum, sum tað at blíva vaksin, at møta forðingum í lívinum og at standa yvir mótstøðufólki. Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er eitt gandaævintýr, ið snýr seg um eitt tema sum øvundsjúka. Ævintýrið stendur í "15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað", ið Bókafelag Føroya Lærafelag gav út í Skadskap av mannamunni. "15 Føroysk ævintýr" kom út í samband við 150 ára føðingardagin hjá Jakob Jakobsen, ið savnaði og skrivaði ævintýr niður. Tí kunnu vit eisini siga, at her er talan um eitt ævintýr, ið er skaldskapur av mannamunni. |
670 | Ævintýrið snýr seg um ein drong, ið átti ein fátakan pápa, ið ikki var førur fyri at geva soninum tann mat hann hevði tørv á. Drongurin mátti tí fara heimafrá, og endaði á kongsgarði, har hann fekk arbeiði hjá konginum, hvørs dóttir var stolin av einum sjótrølli. Kongurin dámdi væl drongin, tí hann var so klókur - ja, so klókur, at hann var settur fram um allar hinar høgu harrarnar. Hetta dámdu høgu harrarnir einki, og gjørdust tí øvundsjúkir inná drongin. Og fyri at fáa drongin vekk av vegnum, funnu teir høgu harrarnir uppá lygnir, ið snúðu seg um, at drongurin hevði sagt, at hann dugdi ymiskt, ið varð mett at vera næstan ógjørligt. Men drongurin hevði í roynd og veru ikki talað orð um hetta. Kongurin trúði høgu harrunum, og segði, at um drongurin kláraði at gera tað, ið varð sagt, fór kongurin at vera best við hann, men um hann ikki kláraði tað, skuldi hann missa lívið. Tað vóru tilsamans fýra royndir, og hann kláraði allar við hjálp frá trimum monnum í skóginum. Tann síðsta royndin var at bjarga kongsdóttrina frá sjótrøllinum, ið hann megnaði, og endaði við at fáa kongsdóttrina og ríkið, tá ið kongurin var deyður. Og teir høgu harrarnir vórðu píndir og síðani brendir. |
671 | Ævintýrið byrjar við eini lýsandi byrjan, men byrjanin er ikki sum hjá øðrum 'vanligum' ævintýrum, ið byrja við "einaferð var tað .". Hóast tað, er nógv onnur ævintýraeyðkenni, sum tað, at persónarnir hava ikki beinleiðis fólkanøvn, men hava heiti, sum kongur og kongsdóttir, ella einføld navnorð, sum drongur, høgir harrar og fátækur pápi. Eitt annað ævintýraeyðkenni, ið er í hesum ævintýrinum, eru tølini eitt, tvey, trý og sjey: eitt, er tað, at tað er ein drongur, ið er hetjan. Tvey er fyri mótsetningarnar, ið eru tað góða og tað ónda, har drongurin umboðar tað góða og teir høgu harrarnar umboða tað ónda. Talið trý er til dømis teir tríggir mennirnir, ið hjálpa dronginum við uppgávunum, ið kongurin gevur honum. Talið sjey eru tær sjey ertnatunnurnar, ið kongur lat sáa. Eisini eru hetjan og mótstandarin eitt ævintýraeyðkenni, har drongurin er hetjan og høgur harrarnir eru mótstandarirnir í hesum ævintýrinum. Ævintýrið endar eisini lukkuligt og hevur ein yvirnáttúrligan skapning við, ið er sjótrøllið. |
672 | Við hesum kunnu vit koma til ta niðurstøðu, at ævintýrið Drongurin, ið fekk sær kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er eitt gandaævintýr, ið er eyðkent av, at hetjan fer gjøgnum eina menningargongd, har hetjan til endans er til reiðar at fáa prinsessuna ella prinsin og kongsríkið. Tað vanliga er, at hetjan skal standa tríggjar royndir og fáa hjálp frá onkrum persóni, gandi ella tílíkum. |
673 | Frásøgufólkið er alvitandi, har hann veit um tankar og kenslur hjá persónunum, til dømis "Drongurin er í dýrastu neyð og veit sær eingi ráð". (r. Eisini veit frásøgufólkið um ymiskar hendingar sum eingin veit um, sum tá drongurin finnur teir trýggjar mennirnar í skóginum. Gongdin í ævintýrinum er skipað eftir leistinum heima - úti - heima: At byrja við er drongurin heima hjá pápa sínum, ið síðani sendur hann út at leita eftir arbeiði. Drongurin fer so út, og kemur á kongsgarðin, har hann fær arbeiði. Hann fær uppgávur frá kongi, ið hann klárar at loysa, ið hevði við sær at hann bleiv ein hetja, fekk kongdóttirina og fekk eitt nýtt heim. |
674 | Høvðuspersónurin í ævintýrinum er drongurin. Vit fáa ikki upplýst nakað navn, men hann verður beinleiðis lýstur sum klókur (r. . Tað vísir seg, at hann er so klókur, at hann verður settur hægri enn hægstu mennirnar hjá kongi. Vit fáa eisini upplýst at hann er ein sonur hjá einum fátækum manni, ið er grundin til at drongurin fer at arbeiða hjá kongi. |
675 | Tá ið kongurin fortelur dronginum um uppgávurnar og hvørjar avleiðingar tær hava, tykist tað sum at hann ikki er ein drongur, ið bara ger tað hann verður biðin, tí hann sigur kongi, at hann einki kennir til hetta (r. . Hann hevur tó virðing fyri konginum - og hann vil eisini hava dóttir hansara - tískil ger hann sum hann verður biðin, hóast hann ikki veit hvat og hvussu hann skal bera seg at. |
676 | Kongurin er tann, ið ræður yvir drongurin. Hann er fegin, at klóki drongurin er komin til hann, og hann setir, sum sagt, drongin fram um hansara høgu harrar. Útfrá hesi gerð og lýsing av konginum, metir man hann vera blíðan og fittan. Men kongurin verður eisini lýstur sum ein kaldur og ógløggur maður, tá hann velur at trúgva lygnunum hjá høgu harrunum. Tá harrarnir siga konginum lygnirnar, gevur kongurin dronginum tveir møguleikar: antin at fremja uppgávuna, og prísurin er so at kongurin fer at vera best við hann, ella, um hann ikki fremur uppgávuna, skal hann doyggja. Kongurin verður ikki lýstur sum ein miskunnsamur maður, av tí drongurin er ósekur. Kongurin setti drongin fram um høgu harrarnar, og tí átti hann at sæð, at tá drongurin segði sannleikan, tá hann segði at hann einki visti um fuglin, og at tað var alt ein lygn hjá høgu harrnunum. Hetta endurtók seg fýra ferðir. Til endans, tá drongurin hevur bjargað kongsdóttrina, skiliti kongurin hvat høgu harrarnir hava gjørt, og vísir rættvísi við at brenna teir. |
677 | Um vit seta persónarnar í ævintýrinum inn í aktantfrymilin, sær hann soleiðis úr: |
678 | Subjektið er drongurin, ið hevur eina ætlan at fáa objektið, ið er konsdótturin. Tað vil tó siga, at um subjektið ætlar sjálvur at hava objektið, verða subjektið og mótakarin sami persónur - tí er drongurin eisini móttakarin. Mótstandararnir/forðingurin eru teir høgu harrarnir, og fyri at drongurin skal 'vinna' á teimum, hevur hann trýggir hjálparar, ið eru teir tríggir menninir í skóginum. Hóast høgu harrarnir eru størsta forðingin, kunnu vit eisini seta kongin sum mótstandara, av tí at kongur trúði høgu harrunum og hevði ætlanir at drepa drongin, um hann ikki kláraði uppgávurnar. Tó er kongurin eisini gevarin, ið eigur objektið, kongsdóttrina, og hevur valdið yvir um drongurin kann fáa dóttrina ella ikki. |
679 | Drongurin fer í skógin at leita eftir fuglinum, tí sum vant eru djór í skógum. Men skógurin kann eisini skiljast sum mynd uppá vísdóm, har drongurin fer inn í skógin, fyri at finna svar uppá uppgávurnar hann fær frá konginum. Inni í skóginum finnur drongurin eitt hús, har ljós brennir. Tað er her hann finnur teir tríggir mennirnar, ið hjálpa honum at loysa uppgávurnar. Ljósið í húsinum, kann mynda vónina; vónina fyri, at hann fer at klára hesar uppgávur. |
680 | Nakrir mótsetningar eru eisini, so sum teir "høgu" harrarnir, ið seta seg sjálvan høgt, og so er tað drongurin, ið er lýðin og ger sum kongurin biður. (hann setir ikki seg sjálvan høgt) Ein annar mótsetningur er at drongurin er fátækur og klókur, ímeðan høgu harrarnir eru ríkir, men ikki so gløggir. |
681 | Fuglurin er ósekur, júst sum drongurin, men sum avleiðing av lygnunum hjá teimum høgu harrunum, má drongurin skjóta tann vakra og óseka fuglin. Hesin fuglur hann vera mynd uppá tað fría og óseka, ið verður offurið fyri menniskjans býttleikar. |
682 | Eisini eru nøkur átrúnarlig tekin, sum tað, at kongurin gongur í kirkju, og tað, at teir tríggir mennirnir vísa dronginum á at venda sær til Guð fyri hjálp av uppgávunum. Eisini verða fuglarnir vístir sum eitt slag av djóri hjá Guði, skilt uppá tann mátan, at tá drongurin biður Guði um hjálp, eru tað fuglarnir frá himmalinum, ið hann (Guð) sendir til hjálpar. |
683 | Temu í ævintýrinum eru øvundsjúka. Teir høgu harrarnir eru øvundsjúkir inná klóka drongin. Teir royna at fáa drongin burtur við at finna uppá lygnir og siga tær við kongin, men tað rakti bara teimum sjálvum í síðsta enda, har teir vórðu píndir og síðani brendir. Eisini er eitt tema mótsetningarnar, sum tað góða ímóti tí ónda. Teir høgu harrarnir eru tað ónda, tá teir royna at fáa drongin vekk. Tað góða er drongurin, ið er lýðin ímóti kongi sínum og ger sum hann verður biðin. |
684 | Boðskapurin í ævintýrinum "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er, sum tað stendur í Lukas 11 "Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.". Teir høgu harrarnir settu seg sjálvan høgt, men teir vóru seinni settir lágt, ja so lágt, at teir vóru brendir av konginum. Drongurin setti ikki seg sjálvan høgt, men varð settur høgt seinni, eftir hann hevði gjørt sum kongur bað hann. At berjast sjálvur fyri eydnuna, hevur nógv meira at siga, enn at fáa hana givið. Drongurin var klókur og dugnaligur, ið hevur mera viðri í sær sjálvum, enn at vera ein av teimum "høgu" hjá kongi, ið óivia ikki hava gjørt nógv fyri at fáa tað plássið. |
685 | Hetta ævintýrið kann samanberast við listævintýrið hjá H. C. Andersen "Dólghanus", ið snýr seg um klombrutta Hans, ið saman við báðum brøðrum hansara kappast um at fáa kongsdóttrina, kongsríkið og æruna, ið har við fylgir. Boðskapurin í hesum ævintýrinum er, at eingin er betri enn onnur, og vit hava øll okkurt serligt, ið vit sjálvi eru dugnalig til. Aðrir líkleikar eru ævintýr eyðkennini, har talið trý slær serliga ígjøgnum við trimum beiggjum, trý djór og tríggir hjálparir. |
686 | Vit hava í báðum førum eisini eina gongd, har subjektið hevur eina ætlan at ogna sær objektið. Søgan hjá dronginum endaði væl, hann fekk prinsessuna og ríkidømið, og fann eyduna. Spruningurin er so, um drongurin fer at vera verandi tann fitti og skilagóði persónurin, ella um hann fer at broytast, nú hann hevur fingið vald. |
687 | Ein fátækur maður sendir son sín út at finna sær arbeiði. Drongurin endar á einum kongsgarði, har harrar kongs gerast sera øvundsjúkir inn á hann, tí hann er so væl dámdur av konginum. Teir lúgva um hann, og hann verður soleiðis noyddur út í fýra avbjóðingar; um hann ikki megnar tær, skal hann lata lív. Í síðstu avbjóðing skal drongurin royna at bjarga kongsdóttrini, sum sjótrøllið hevur tikið fyri langari tíð síðani. Hetta eydnast við hjálp frá teimum trimum monnunum, ið drongurin møtir í skóginum, og soleiðis drepur hann til síðst trøllið, og fær kongsdóttrina og ríkið hjá konginum, eftir hann doyr. |
688 | Ævintýrið eitur 'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum', og tað er at finna í '15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað.', ið varð givið út í 2014 av Bókadeild Føroya Lærarafelags. Lydia Didriksen endursegði ævintýrið í lættari málbúna í sambandi við hesa útgávuna. Hetta er ein føgur bókmenta, tí tað er skaldskapur av mannamunni, og rithøvundurin er ókendur, sum tað er í flestu ævintýrum. Teksturin hevur sera nógv ævintýraeyðkenni, og tað passar sera væl í teir frymlarnar, ið man brúkar til ævintýr. |
689 | Bæði aktantfrymilin og kontraktfrymilin, eisini kallaður heima-úti-heima, kunnu brúkast í ævintýrinum. Tað byrjar við at drongurin er heima hjá pápanum. Tá hann fer heimanífrá við vón um at finna arbeiði kemur hann í trupulleikar, og noyðist út í fýra avbjóðingar. Ævintýrið endar við, at hetjan finnur kongsdóttrina, og soleiðis fær hann eydnu og ríkidømi. Í aktantfrymilinum er egið drongurin og hjálparar hansara er teir tríggir menninir, ið hann møtur í skóginum. Mótstøðumenninir eru harrarnir hjá konginum. Hóast drongurin bert miðar eftir einum arbeiði og eydnu, so endar tað við at hann fær kongsdóttrina og ríkidømi, ið hann fær givið frá konginum. Tað vil í høvuðsheitum siga, at hann ikki ætlaði sær kongsdóttrina í byrjanini, men tað varð nakað, sum hann fekk sum viðbót fyri dirvi sítt. Hann fær soleiðis nógv meira, enn tað hann stremdi eftir. |
690 | Ævintýrið er eitt gandaævintýr, tí tað er ein menningarsøga, og tað sæst millum annað í frymlunum omanfyri: Drongurin mennist gjøgnum gongdina við at vinna á fýra avbjóðingum, og livir lukkuliga við kongsdóttrini. Í gandaævintýrum er høvuðspersónurin miðdepilin, sum øll gongdin er skipað rundanum, og soleiðis er eisini í hesum førum. Í ævintýrinum eru vit í einum ónatúrligum umhvørvi, og tað vita vit millum annað, tí kongsdóttirin verður tikin av einum sjótrølli, og at drongurin bjargar henni úr sjónum. Gandaævintýr rúma ofta munin millum tann lægra og hægsta stættin, og tað síggja vit eisini her. Vit eru ikki í einari ávísari søguligari tíð ella einum ávísum landafrøðiligum staði, men í einum skógi, hjá einum sjótrølli og á kongsgarðinum. Ævintýrið byrjar ikki beinleiðis við "Einaferð var tað .", sum tey flestu gera, men í staðin "Ein fátækur maður átti ." Hetta hevur ikki nakran ávísan týdning, tí hendan byrjanin er eisini opin, sum tað er í "Einaferð var tað ." Tað eru bert hendingar við, ið hava týdning fyri ævintýrið, og tað ger tað meira áhugavert at lesa, tí spenningur er gjøgnum alla gongdina. Tað eru sera nógvar endurtøkur av talinum trý, og tað man vera eitt tað kendasta eyðkenni í ævintýrum. Tó verður talið sjey brúkt eina ferð til ertrarnar í teimum sjey tunnunum, og tað er eisini eitt vælnýtt tal í ævintýrum. Í skóginum hittir drongurin tríggir menn, og hann verður noyddur at drekka av einari krukku tríggjar ferðir, áðrenn hann fær ta orkuna, sum skal til, fyri at drepa sjótrøllið við svørðinum. Í sjónum eru tríggjar gøtur og trý torn, og í miðtorninum er kongsdóttirin. Tað er í síðstu og fjórðu avbjóðing, at triði maðurin greiðir dronginum frá, hvat hann skal gera fyri at klára royndina. Her verður talið trý aftur brúkt. Í gandaævintýrinum finna vit fleiri mótsetningar, ið eisini kallast klúgving. Vit møta illum og góðum, menniskjum og trølli, ríkum og fátækum, góðum og óndum, og býttum og snildum. Eisini sæst hugtakið hyperbel væl í ævintýrinum, tá nógv verður gjørt av, eitt nú møtir drongurin ikki bara einum vanligum sjótrølli, men tað er ringasta sjótrøllið í sjónum. Fuglafjøðurin, ið drongurin finnur er ikki bert vøkur, men sjáldsama vøkur. |
691 | Frásagnarstílurin í ævintýrinum hevur ein uttanveltaðan og realistiskan dám. Sagt verður frá, hvat persónarnir gera, men vit síggja ikki innara ella sálarfrøðiligar lýsingar. Tað er eitt frásøgufólk í triðja persóni og vit kenna bert støðuna frá uttara sjónarhorni, har vit fylgja støðuni hjá dronginum. Vit hoyra um gerðirnar, men ikki um tankar ella kenslur. Ævintýrið er í tíðarrað og einki afturlop er. Personarnir eru typur, og verða ikki lystir við fleiri eginleikum enn neyðugt; ein fátækur maður, ein ríkur kongur, ein klókur drongur og ein vøkur kongsdóttir. Fyrst í ævintýrinum er høvuðspersonurin, ið er drongurin, ein móthetja, sum við røttu eginleikunum av royndum sinum mennist til hetjuna, ið bjargar kongsdóttrini. Málið er einfalt og ítøkiligt, og tað minnir eitt sindur um talumál. Tað verða bæði nýttir langir og stuttir setningar, sum ger ævintýrið lætt at lesa. Málið sigur í staðin frá, enn at greiða nágreiniliga frá hendingunum, og hetta vil siga, at tað ikki eru nógvar lýsingar, sum ger at gongdin fer skjótt fram. |
692 | Í ævintýrinum er tað stríðið millum tað góða, drongin, og tað ónda, harrarnar, ið er høvuðsevni í gongdini. Høvuðstemaði er øvundsjúka, tí gjøgnum alt ævintýrið eru harrarnir øvundsjúkir inn á drongin, og lúgva um hann fyri kongi, so hann verður noyddur út í fýra forðingar. Eisini fer drongurin gjøgnum eina menning, ið vísir á grundmynstrið við at gerast vaksin og finna eydnuna. Hann fer heimanífrá og út í lívið. Hann møtir og vinnur á forðingum. Drongurin skal eisini biðja til Gud, tá avbjóðingar hansara skulu eydnast, og soleiðis er trúarlívið ein partur av temunum. Tá ið drongurin skal út í fyrstu avbjóðing, fer hann inn í skógin at leita eftir sjáldsama vakra fuglinum, og tá hann hevur gingið allan dagin og myrkur legst á, sær hann eitt hús, har ljós brennur inni. Hetta er eitt myndamál upp á vónina, ið hann fær við at fara inn til menninar, ið hjálpa honum við avbjóðingum. Kongurin lovar dronginum gott, um hann klárar avbjóðingarnar, og um tað ikki eydnast, so skal hann missa lívið. Hetta eru tveir mótsetningar hvørt øðrum. At drongurin fer heimanífrá er eitt symbol upp á, at lívið er ein ferð, sum øll einaferð skulu royna. Eingin veit sum ungur, hvat hann sum gamal hevur, og soleiðis er eisini í ævintýrinum. Drongurin veit ikki frammanundan, at hann fer at enda á kongsgarðinum, og seinni vinna konsdóttrina. Sjáldsama vakra fuglafjøðurin er eitt symbol uppá frælsi, nakað sterkt, sjálvstøðugt og frítt. Skógurin er eitt symbol upp á tað gátuføra, tað lokkandi og tað devulsliga. Ertrarnar í tunnunum eru symbolir upp á erkvisni og ótta fyri at fáa átalur, tá erkvisni eisini er eitt tekin uppá óhóskandi sjálvgleði. Hetta kann leggjast upp at harrunum, ið eru so sjálvgóðir, at tað er heilt óhóskandi. Tá drongurin skal finna kongsdóttrina má hann niður í sjógvin, sum er eitt symbol upp á lívsorku, styrkina í sálini og tað lívgandi. Eisini umboðar sjóvurin tað ótilvitaða - kenslur og eitt goymt sinn. Svørðið er eitt tekin upp á andaliga styrki, vald, orku, mót, rættvísi, manslyndi, men eisini deyða. Hetta hóskar væl til trøllið, tí tað doyr eftir at drongurin drepur tað við svørðinum. Tá drongurin hevur funnið kongsdóttrina, og tey skulu upp aftur úr sjónum, letur hann kongsdóttrina taka tjúkku línuna, og hann sjálvur tekur ta tunnu. Hetta er eitt tekin um, at hann er umhugsin og vil kongsdóttrini tað besta, við at lata hana fara upp við tí meira tryggu línuni. Línurnar kunnu vera eitt symbol fyri tilknýti, men eisini áhaldni og binding. Seglini á skipinum, ið vórðu "um at skrædna av vindinum" eru symbolir uppá framgongd, og at drongurin er tætt við røttu kósina, tí nú hevur hann næstan vunnið kongsdóttrina. |
693 | Endin í ævintýrinum er góður, sum hann er í flest øllum ævintýrum. Dentur verður lagdur á virðir, sum vit eisini kenna frá vanliga lívið okkara; um tú stríðist fyri tí tú ynskir, so verður tú løntur. Soleiðis fær drongurin kongsdóttrina og ríkið kongs. Eisini er vert at leggja til merkis, at hóast tað er stórur mótdráttur ímóti dronginum, so gevur hann aldrin upp. Tað eru harrarnir, ið lúgva upp á drongin, og tað eru teir, ið enda við at fara á pínubonk og blíva brendir á bálið, tá ævintýrið endar. Hetta er eitt tekin um, at tá man einaferð byrjar at svíka, býtur man seg sjálvan í halan, tí sum orðatakið sigur, sjálvgjørt er vælgjørt. Øll hesi virðini og temuni síggjast eisini sera væl í ævintýrinum 'Trødlið hjá Pápaleysa', tí her eru tað beiggjarnir, ið svíkja Pápaleysa í holuni. Har stríðist hann eisini ímóti tí ónda, og verður løntur til síðst. Í tí ævintýrinum eru eisini fleiri klúgvingar; tann góði og tann óndi, tann ríki og tann fátæki, tann býtti og tann snildi, og júst hetta síggja vit eisini í 'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum'. Støðini eru eisini tey somu: Í einum skógi og á kongsborgini. Gevarin í báðum ævintýrinum er kongur, og tað, ið høvuðspersónarnir vinna í báðum ævintýrunum er kongsdóttrina og eydnuna. |
694 | ðingar hansara skulu eydnast, l Gud, t noyddur u nsindur um talmamrøður, og mens kvindens barn bliver gravetop |
695 | Lýsingar er ein stórur partur av nútíðar samfelagnum. Lýsingar eru alla staðni, og í øllum formum. Í sjónvarpinum, útvarpinum, á gøtuni og allastaðni, har hugsast kann. Har eru lýsingar um alskyns lutir og fyri allar bólkar. Í hesum førinum er hetta ein lýsing um trygging av innbúgvinum hjá Føroya fólki. Tað er Tryggingarfelag Føroyar, ið hevur útgivið eina lýsing, sum Kovboy Film gjørdi í Lýsingin hevur verið víst í Kringvarp Føroya og ymsa staðni á alnótini, m.a. á YouTube. |
696 | "Set prís á tað, tú eigur" er eitt skeg og vælhóskandi heiti til lýsingina, av tí at tað hevur dupulta týdning. Bæði tað, at man skal virða tað man hevur, og so eisini, at man rætt og slætt skal seta prís á tingini hjá sær. Tað sum reklaman/Tryggingarfelag Føroyar roynir at selja er innbúgvstryggingar. Tryggingar eru ikki eitt nýtt fyribrygdi. Tað var longu ímillum ár 4000 og 3000 f. Kr. at handilsmenn úr Babylon fingu sær trygging. |
697 | Í lýsingini síggjast nógvir lutir, sum fólk vanliga hava heima við hús, t.d. stólar, lampur, stell, bøkur o.s.fr. So hvørt sum hesir lutir verða vístir, kemur eitt prísmerki fram. Móti endanum síggja vit kvinnuna, sum hevur tosað við okkum. Kvinnan er vøkur, og hetta er sera eyðkent fyri lýsingar. Síðan verður ein faldari vístir, sum kvinnan pástendur kann hjálpa okkum at vita, um vit gjarna vilja tryggja okkara innbúgv. At enda, síggja vit búmerkið hjá Tryggingarfelag Føroyar. |
698 | Í lýsingini skiftur myndatólið mynd 18 ferðir (um ikki faldarin og búmerki verða tald við), tó eru tær allar so at siga um tað sama - tú sært ymiskt innbúgv. Ymiskar kameravinklar - og funksjónir verða nýttar í lýsingini. Har skiftist alla tíðina ímillum nærmyndir og fjarmyndir. Nærmyndir verða mest nýttar, og tær síggja vit til dømis, tá ið vit síggja stellið og føroysku klæðini. |
699 | Eitt dømi um fjarmyndirnar er, tá ið vit síggja alla stovuna. Nærmyndirnar lata okkum fáa eina neyva mynd av lutunum, meðan fjarmyndirnar geva okkum eina meira yvirskipaða mynd. Tá ið vit síggja kvinnuna, verður miðal-fjarmynd (medium close-up) nýtt, hetta vil siga, at vit hava eina nærmynd, sum ikki er serliga nær við. Eyðkenni fyri hetta er, at man sær 1/3 av kroppinum hjá henni, har bringa og armarnir síggjast. |