text
stringlengths
1
888k
Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerúsalem í tríati og eitt ár. Móðir hans æt Jedida Ádajadóttir úr Bozkat. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gekk trúliga í fótasporum Dávids, forfaðirs síns, og veik hvørki til høgru ella vinstru. Á átjanda ríkisári Jósia kongs sendi kongur Sjáfan Ázaljason, Mesjullamssonar, ríkisskrivara niðan í hús Harrans og segði: «Far niðan til Hilkia høvuðsprests og lat hann taka fram tað fæ, sum komið er inn í hús Harrans, tað, sum duravørðirnir hava savnað saman frá fólki, til tess at tað verður fingið verkstjórunum, teimum, ið hava umsjón við húsi Harrans; teir skulu so lata tað upp í hendurnar á teimum, ið vinna at tí verki at væla um tempul Harrans, á træsmiðunum, byggingarmonnunum og múrarunum, til tess at keypa við og høgdar steinar til at gera templið aftur við; tó nýtist teim ikki at halda roknskap við tí fæ, ið teimum verður fingið upp í hendur; teir skulu gera tað upp á æru og trúgv.» Tá segði Hilkia høvuðsprestur við Sjáfan ríkisskrivara: «Eg havi funnið lógbókina í húsi Harrans!» Og Hilkia fekk Sjáfani bókina, og hann las hana. Sjáfan ríkisskrivari kom tá og gav kongi frágreiðing og segði: «Tænarar tínir hava latið av hondum tað fæ, ið fanst í templinum, og hava givið verkstjórunum tað, teimum, ið hava umsjón við húsi Harrans.» Síðan greindi Sjáfan ríkisskrivari konginum frá, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Sjáfan las hana fyri kongi. Men tá ið kongur hoyrdi orð lógbókarinnar, skræddi hann klæði síni sundur. Tá beyð kongur Hilkia presti og Áhikami Sjáfanssyni, Akbori Mikajasyni og Sjáfani ríkisskrivara og Ásaja kongstænara og segði: «Farið og leitið ráð við Harran fyri meg og fólkið og fyri allan Júda um hesa nýfunnu bók, tí at mikil má vreiði Harrans vera, sum tendrað er ímóti okkum, av tí at fedrar okkara ikki hava verið móti orðunum í hesi bók til tess at gera eftir øllum tí, sum stendur í henni!» Tá fóru teir, Hilkia prestur, Áhikam, Akbor, Sjáfan og Ásaja til Huldu profetkonu, konu Sjallums Tikvasonar, Harhassonar, ið goymdi at klædnabúrinum; hon búði í Jerúsalem í nýggja býlingi. Og talaðu teir við hana. Hon segði við teir: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sigið við mannin tann, ið sent tykkum hevur til mín: So sigur Harrin: Sí, eg lati ógævu koma yvir henda stað og íbúgvar hans, allar hóttur í hesi bók, ið Júda kongur hevur lisið, fyri at teir hava sagt meg burtur og kveikt øðrum gudum offureld til tess at reita meg við handaverkum sínum, so at bræði mín brennur ímóti hesum staði og ikki sloknar. Men sigið við Júda kong, ið sendi tykkum til at leita ráð við Harran: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Orðini, sum tú hevur hoyrt, skulu standa við, men av tí at hjarta títt blotnaði, so at tú eyðmýkti teg fyri mær, tá ið tú hoyrdi tað, sum eg hevði talað móti hesum staði og íbúgvum hans, at teir skuldu verða at oyðing og bølbiðing, og av tí at tú skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón míni, tessvegna havi eg bønhoyrt teg, sigur Harrin; tí vil eg lata teg savnast til fedrar tínar og koma í friði niður í grøv tína, og tú skalt ikki sjálvur fáa at síggja alla ta ógævu, sum eg vil lata koma yvir henda stað.» Hetta svarið fluttu teir nú kongi.
Tá læt kongur boð fara um og savnaði til sín allar hinar elstu í Júda og Jerúsalem. Síðan gekk kongur niðan í hús Harrans og við honum allir Júdamenn og íbúgvar Jerúsalem, prestarnir og profetarnir og alt fólkið, bæði ung og gomul, og hann las upp fyri teimum alt, sum stóð í sáttmálabókini, ið funnin var í húsi Harrans. Tá gekk kongur fram at súluni og gjørdi tann sáttmála fyri ásjón Harrans at varðveita boðorð hans, vitnisburð og fyriskipanir av heilum huga og av allari sál til tess at halda henda sáttmála, so sum hann var niðurskrivaður í hesa bók. Og alt fólkið gekk undir sáttmálan. Síðan beyð kongur Hilkia høvuðspresti og prestinum av øðrum stigi og duravørðunum at taka út úr templi Harrans allar teir lutir, ið gjørdir høvdu verið Báali og Ásjeru og øllum heri himinsins til handa, og hann læt brenna teir upp fyri uttan Jerúsalem á Kedrons vøllum, og øsku teirra læt hann flyta til Betel. Hann rak eisini skurðgudaprestarnar burtur, ið Júda kongar høvdu skipað, og sum høvdu tendrað offureld í borgum Júda og grannaløgum Jerúsalems og ofrað Báali, sól, mána og stjørnumerkjum og øllum heri himinsins roykilsisoffur. Hann læt Ásjerustólpan taka út úr húsi Harrans og flutti hann út um Jerúsalem og brendi hann upp í Kedrons dali, muldi hann sundur og spjaddi dustið um har, sum almúgan hevði grevstur. Hann tók niður herbergini hjá mannskøkjunum við hús Harrans, har sum konurnar vóvu línklæði Ásjeru til handar. Hann læt allar prestarnar koma úr borgum Júda og avhalgaði offurheyggjarnar, har sum prestarnir høvdu tendrað offureld, frá Geba til Beersjebu. Eisini breyt hann niður havuroffurheyggin, ið var uttan fyri liðið hjá Jehósjua borgarstjóra til vinstru handar, tá ið inn verður gingið um borgarliðið. Offurheyggjaprestarnir máttu ikki ganga upp á altar Harrans í Jerúsalem, tó sluppu teir at eta ósúrgað breyð saman við brøðrum sínum. Hann avhalgaði offureldstaðin í dali Hinnomssonar, til tess at eingin aftur skuldi lata son sín ella dóttur ganga gjøgnum eldin Móloki til handar. Hann tók eisini burtur teir hestar, sum Júda kongar høvdu sett sólini við inngongdina í hús Harrans, nærindis skemmu Netan-Meleks hirðmans í Parvarim; og vagnar sólarinnar brendi hann upp. Altarini, sum Júda kongar høvdu reist uppi á takinum – á takskemmu Ákazar – og altarini, sum Manasse hevði reist í báðum forgørðum við hús Harrans, tey breyt kongur niður, smildraði tey smátt og spjaddi dustið út um Kedronsdal. Og hann avhalgaði offurheyggjarnar fyri eystan Jerúsalem sunnantil á fjalli oyðingarinnar, ið Sálomon, Ísraels kongur, hevði bygt Astarte, skrímsli Zidonita, og Kemosj, skrímsli Móabita, og Milkomi, andstygd Ammonita. Hann breyt niður steinsúlurnar, høgdi sundur Ásjerustólparnar og fylti stað teirra upp við mannabeinum. Somuleiðis breyt hann niður altarið í Betel saman við offurheyggi tí, sum Jeróboam Nebatsson hevði bygt, hann ið fekk Ísrael til at synda; eisini tað altarið og tann offurheyggin reiv hann niður; og steinarnar, sum tað var bygt av, muldi hann at dusti; og Ásjerustólpan brendi hann upp. Men tá ið Jósia snúði sær á og bar eyga við gravirnar, sum vóru har á fjallinum, sendi hann menn avstað og læt teir taka beinini út úr grøvunum, og hann brendi tey á altarinum og avhalgaði tað eftir teimum orðum Harrans, ið Guðsmaðurin hevði boðað, hann, sum boðaði frá hesum lutum. Síðan spurdi hann: «Hvør gravsteinur er hasin, sum eg síggi?» Borgarmenninir svaraðu honum: «Hatta er grøvin hjá tí Guðsmanni, ið kom úr Júda og boðaði frá hesum, sum tú nú hevur gjørt móti altarinum í Betel.» Tá mælti hann: «Latið hann vera, eingin má ónáða bein hansara!» Soleiðis fingu bein hansara og bein profetsins úr Sámáriu frið. Jósia tók eisini burtur hovini á heyggjunum í borgum Sámáriu, tey, sum Ísraels kongar høvdu reist til tess at reita Harran, og hann fór við teimum á sama hátt, sum hann hevði gjørt í Betel. Og offurheyggjaprestarnar, sum har vóru, slátraði hann á sjálvum altarunum og brendi mannabein á teimum. Síðan fór hann aftur til Jerúsalem. Tá beyð kongur øllum fólkinum: «Haldið nú páskir fyri Harranum, Guði tykkara, so sum fyriskipað er í hesi sáttmálabók!» Tí at einar tílíkar páskir høvdu ikki verið hildnar alla ta tíð, sum kongar høvdu verið í Ísrael og Júda, ikki síðan dómararnir dømdu Ísrael. Men á átjanda ríkisári Jósia kongs vórðu hesar páskir hildnar fyri Harranum í Jerúsalem. Somuleiðis manararnar og gandakallarnar, húsgudarnar og hinar andstyggu og ræðuligu gudar, ið sóust í Júdalandi og Jerúsalem, avoyddi Jósia til tess at halda ta lóg, ið skrivað stóð í teirri bók, sum Hilkia prestur hevði funnið í húsi Harrans. Javningi hans hevði eingin kongur verið undan honum, ið soleiðis hevði snúð sær at Harranum av heilum huga og við allari sál og øllum mátti alt eftir Móselóg, og eftir hann var eingin honum líkur. Hóast tað lætti Harrin ikki av síni miklu vreiði, tí at bræði hans brann móti Júda fyri alt tað illa, ið Manasse hevði elvt honum. Og Harrin mælti: «Eisini Júda skal eg reka burtur; og eg vil siga burtur Jerúsalem, hesa útvaldu borg mína, sum eg ætlaði, navn mítt skuldi búgva í!» Tað, ið meira er at siga um Jósia og um alt tað, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Á hansara døgum fór Fárao Neko, Egyptalands kongur, herferð móti Assýriu kongi eystur at Eufratánni. Tá legði Jósia kongur út ímóti honum, men Neko feldi hann í fyrstu atløgu við Megiddo. Og menn hansara fluttu hann deyðan á vagni úr Megiddo til Jerúsalem og jarðaðu hann í grøv hansara; men fólkið í landinum tók Jóahaz Jósiason og salvaði hann til kong og læt hann taka ríkið eftir faðir sín. Jóahaz var tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Móðir hans æt Hámutal Jeremjadóttir úr Libna. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum forfedrar hansara høvdu gjørt. Men Fárao Neko fjøtraði hann í Ribla í Hámatlandi og gjørdi enda á kongsdømi hans í Jerúsalem; og hann læt landið bøta eitt hundrað talentir í silvuri og tíggju talentir í gulli. Fárao Neko gjørdi Eljakim Jósiason til kong í stað Jósia, faðirs hans, og broytti navn hans í Jójakim; men Jóahaz tók hann við sær til Egyptalands; og har doyði hann. Jójakim greiddi Fárao silvurið og gullið; men hann mátti leggja skatt á landið til tess at fáa rindað tað fæ, ið Fárao kravdi; hann heimtaði av fólkinum í landinum tað silvur og gull, sum hvør maður skuldi lata til tess at kunna greiða Fárao tað, sum hann kravdi. Jójakim var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í ellivu ár. Móðir hansara æt Zebida Pedajadóttir úr Ruma. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum fedrar hansara høvdu gjørt.
Á hansara døgum fór Nebukadnezar, kongur av Bábel, herferð hagar, og Jójakim kom at standa undir honum; men eftir trimum árum sleit hann trúnað við hann. Tá sendi Harrin ránsflokkar av Kaldeum og Áramitum og ránsflokkar av Móabitum og Ammonitum, og hann sendi teir inn í Júda til tess at oyða hann samsvarandi tí orði, sum Harrin hevði talað við tænarum sínum profetunum. Tað var einans av vreiði síni, at Harrin rak Júda burtur frá ásjón síni, og aftur fyri synd Manasse fyri alt tað, sum hann hevði gjørt; eisini aftur fyri tað sakleysa blóð, sum hann hevði úthelt so nógv av, at hann fylti Jerúsalem við sakleysum blóði; tað vildi Harrin ikki fyrigeva. Tað, ið meira er at siga um Jójakim og um alt, sum hann útinti, tað er jú ritað í árbókum Júda konga. Og Jójakim legðist til hvíldar hjá fedrum sínum. Og Jójakin, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Men Egyptalands kongur fór ikki aftur av landi sínum í hernað, tí at Bábel kongur hevði vunnið alt tað land, sum hevði ligið undir Egyptalands kongi frá Egyptalandsánni og alt at Eufratánni. Jójakin var átjan ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Móðir hansara æt Nehusjta Elnatansdóttir úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum faðir hans hevði gjørt. Um hetta mundið fóru menn Nebukadnezars, Bábel kongs, herferð móti Jerúsalem og kringsettu hana. Síðan kom Nebukadnezar, Bábel kongur, sjálvur til Jerúsalem, meðan menn hansara trongdu at henni. Tá fór Jójakin, Júda kongur, út og gav seg undir Bábel kong saman við móður síni og monnum sínum, herhøvdingum og hirðmonnum. Og hann tók við honum. Hetta var á áttanda ríkisári Bábel kongs. Og sum Harrin hevði sagt, flutti hann haðan allar dýrgripirnar í húsi Harrans og í kongshøllini og breyt gullið burtur av øllum lutum, ið Sálomon, Ísraels kongur, hevði latið gera í halgidómi Harrans. Hann herleiddi alla Jerúsalem, allar høvdingar og allar megnarmenn, tíggju túsund í tali; og somuleiðis allar træsmiðir og jarnsmiðir; einans roðstúkufólk landsins læt hann vera eftir. Og hann herleiddi Jójakin til Bábel; og kongsmóður og konur kongs og alt hirðfólkið og allar tignarmenn landsins herleiddi hann úr Jerúsalem til Bábel. Allar ríkmenn, sjey túsund í tali, træsmiðir og jarnsmiðir, túsund í tali, og allar reystar hetjur herleiddi Bábel kongur til Bábel. Og Bábel kongur skipaði Mattanja, faðirbróður hansara, kong í hansara stað og broytti navn hans til Zidkia. Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í ellivu ár. Móðir hans æt Hámital Jeremjadóttir úr Libna. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, júst soleiðis sum Jójakim hevði gjørt. Men vegna vreiði Harrans kom hetta yvir Jerúsalem og Júda, og at endanum rak hann tey burtur frá ásjón síni.
Men Zidkia sleit trúnað við Bábel kong; á níggjunda ríkisári hans á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar fór tí Nebukadnezar, Bábel kongur, við øllum heri sínum ímóti Jerúsalem og kringsetti hana; og teir bygdu hervirki kring um hana. Borgin var soleiðis kringsett alt fram at ellivta ríkisári Zidkia kongs. Á níggjunda degi hins fjórða mánaðar, tá ið svølturin var harður í borgini, og fólk landsins einki hevði at eta, tá varð lið brotið inn í borgina. Kongurin flýddi um náttina við øllum hermonnum sínum gjøgnum liðið, sum var millum báðar múrarnar tætt við kongsgarðin, meðan Kaldear sótu um borgina, og hann helt ferðini móti Árabaslættanum. Men herur Kaldea helt aftan á kongin og fekk hann aftur á Jerikoslættanum; tá var allur herur hansara spjaddur burtur frá honum. Teir tóku kongin á hondum og fluttu hann til Ribla til Bábel kongs; og har varð hann dømdur. Synir hansara drópu teir fyri eygum hans, síðan stungu teir eygu hansara út og løgdu hann í koparfjøtur, og soleiðis fluttu teir hann til Bábel. Men á sjeynda degi hins fimta mánaðar – á nítjanda ríkisári Nebukadnezars, Bábel kongs – kom Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi, ein av tænarum Bábel kongs, til Jerúsalem; hann setti eld á hús Harrans og kongshøllina og brendi upp øll hús í Jerúsalem og øll hús hjá megnarmonnum. Og allir hermenn Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, brutu Jerúsalems borgargarðar niður. Tað, sum eftir var av fólki í borgini og hersvíkjararnar, sum rýmdir vóru yvir til Bábel kongs, og somuleiðis tað, ið eftir var av ídnaðarmonnum, herleiddi Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi. Men lívvarðarhøvdingin læt nakað av roðstúkufólki landsins vera eftir sum víngarðsmenn og akurdyrkarar. Koparsúlurnar í húsi Harrans og kervagnarnar og koparhavið, sum var í húsi Harrans, brutu Kaldear sundur og fluttu koparið til Bábel. Og pottarnar og eldspakarnar, knívarnar og bollarnar og øll koparamboð, ið nýtt høvdu verið við gudstænastuna, tóku teir. Eisini tók lívvarðarhøvdingin eldpannurnar og offurbollarnar, sum vóru av gulli og silvuri; báðar súlurnar, havið og kervagnarnar, sum Sálomon hevði latið gera í húsi Harrans – koparið av øllum hesum lutum varð ikki vigað. Átjan alnir var onnur súlan høg, uppi á henni var súlnahøvd av kopari, tríggjar alnir høgt; rutt net og granatepli vóru kring um súlnahøvdið, alt samalt av kopari; á sama hátt var hin súlan gjørd. Lívvarðarhøvdingin tók Seraja høvuðsprest og Zefanja annan prest og duravørðirnar tríggjar. Og úr borgini tók hann ein hirðmann, sum var á odda fyri herfólkinum, og fimm mans av teimum, ið stóðu kongi næstir, og sum enn funnust í borgini, og somuleiðis skrivara herhøvdingans, ið beyð út fólkinum til hertænastu, og seksti mans av fólki landsins, sum eftir var í borgini – teir tók Nebuzaradan lívvarðarhøvdingi og flutti til Ribla til Bábel kongs. Og Bábel kongur læt teir drepa í Ribla í Hámats landi. Soleiðis varð Júda herleiddur úr landi sínum. Yvir fólkinum, ið eftir var í landinum, teimum, ið Nebukadnezar, Bábel kongur, hevði latið vera eftir, setti hann Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar. Men tá ið herhøvdingarnir og menn teirra frættu, at Bábel kongur hevði skipað Gedalja landsstjóra, fóru teir til Mizpa á fund við hann, Ísmael Netanjason, Jóhanan Káreason, Seraja Tanhumetsson úr Netofa og Jáazanja, sonur Máakatitans, saman við monnum sínum. Tá legði Gedalja teimum og monnum teirra dýrt við og segði við teir: «Óttist ikki fyri Kaldeum; verðið verandi í landinum og tænið Bábel kongi; tá man vignast tykkum væl!» Men í sjeynda mánaði komu teir Ísmael Natanjason Elisjámasonar av kongsætt og tíggju mans við honum og drópu Gedalja og teir Júdamenn og Kaldear, ið hjá honum vóru í Mizpa. Tá helt alt fólkið avstað, bæði ung og gomul og herhøvdingarnir, og teir fóru til Egyptalands, tí teir óttaðust Kaldear. Men á tríatiunda og sjeynda útlegdarári Jójakins, Júda kongs, á tjúgunda og sjeynda degi hins tólvta mánaðar, náðaði Evil-Merodak, Bábel kongur – ið tað árið var vorðin kongur – Jójakin, Júda kong, og slepti honum úr myrkustovu. Hann talaði blídliga við hann og gav honum sæti fyri oman teir kongar, ið hjá honum vóru í Bábel. Jójakin fór úr fangabúna sínum og át dagliga við kongsins borð, so leingi sum hann livdi. Og alla ævi sína fekk hann vistir av kongi, alt tað, ið honum hvønn dag var tørvur á.
Hesir vóru synir Ísraels: Ruben, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon, Dán, Jósef, Benjamin, Naftali, Gád og Ásjer. Synir Júda: Er, Ónan og Sjela. Hesar tríggjar átti hann við Batsjúu, hini kánversku konuni. Men Er, frumgitni sonur Júda, var vándur í eygum Harrans, og hann tók hann av lívi. Támar, sonarkona hansara, føddi honum Perez og Zera, so at allir synir Júda vóru fimm. Synir Perez: Hezron og Hámul. Synir Zera: Zimri, Etan, Heman, Kalkol og Darda; fimm í alt. Synir Karmi: Ákar, sum leiddi ógævu yvir Ísrael við at naspa burtur av tí deyðavígda. Synir Etans: Ázarja. Synir Hezrons, ið føddust honum: Jerameel, Rám og Kelubai. Rám gat Amminadab, og Amminadab gat Náhasjon, høvdinga Júdamanna. Náhasjon gat Salma, og Salma gat Bóaz. Bóaz gat Óbed, og Óbed gat Ísai. Og Ísai gat frumgitna son sín Eliab, annan son sín Ábinadab, triðja son sín Sjimea, fjórða son sín Netánel, fimta son sín Raddai, sætta son sín Ózem og sjeynda son sín Dávid. Systrar teirra vóru Zeruja og Ábigáil. Synir Zeruju: Ábsjai, Jóab, Ásahel, tríggir í tali. Ábigáil føddi Ámasa; og Jeter Ísmaeliti var faðir at Ámasa. Káleb, sonur Hezrons, gat við Ázubu, konu síni, Jeriot. Hesir vóru synir hennara: Jesjer, Sjóbab og Ardon. Og tá ið Ázuba andaðist, tók hann Efrat til konu; hon føddi honum Hur. Hur gat Uri, og Uri gat Bezalel. Síðan gekk Hezron inn til dóttur Mákirs, faðirs Gileads, og tók sær hana til konu; hann var tá seksti ára gamal; hon føddi honum Segub. Segub gat Jáir, sum átti tjúgu og tríggjar borgir í Gileads landi. Men Gesjur og Áram tóku tjaldborgir Jáirs av teimum og somuleiðis Kenat og torparnar har íkring, seksti borgir; allir hesir vóru synir Mákirs, faðirs Gileads. Eftir andlát Hezrons gekk Káleb inn til Efratar, konu Hezrons, faðirs síns; og hon føddi Asjhur, ið varð faðir at Tekóa. Synir Jerameels, frumgitna sonar Hezrons: Rám, hin frumgitni, síðan Buna, Óren og Ózem, brøður hans. Men Jerameel átti aðra konu, Átara at navni; hon var móðir Ónams. Synir Ráms, frumgitna son Jerameels: Máaz, Jámin og Eker. Synir Ónams: Sjammai og Jáda; synir Sjammai: Nádab og Ábisjur. Kona Ábisjurs æt Ábiháil; hon føddi honum Ában og Mólid. Synir Nádabs: Seled og Ápaim. Seled doyði barnleysur. Synir Ápaims: Jisjei. Synir Jisjei: Sjesjan. Synir Sjesjans: Álai. Synir Jáda, bróður Sjammai: Jeter og Jónatan. Jeter doyði barnleysur. Synir Jónatans: Pelet og Záza. Hesir vóru eftirkomarar Jerameels. Sjesjan átti einans døtur, ongar synir; men hann hevði egyptiskan træl, sum æt Jarha. Og Sjesjan gav Jarha, træli sínum, dóttur sína til konu, og hon føddi honum Attai. Attai gat Nátan, og Nátan gat Zábad, Zábad gat Eflal, og Eflal gat Óbed, Óbed gat Jehu, og Jehu gat Ázarja, Ázarja gat Helez, og Helez gat Eleasa, Eleasa gat Sismai, og Sismai gat Sjallum, Sjallum gat Jekamja, og Jekamja gat Elisjáma. Synir Kálebs, bróður Jerameels: Máresja, frumgitni sonur hans, sum var faðir at Zif. Synir Máresja: Hebron. Synir Hebrons: Kóra, Tappua, Rekem og Sjema. Sjema gat Ráham, faðir at Jorkeam; og Rekem gat Sjammai. Sonur Sjammai var Máon, ið var faðir at Bet-Zur. Efa, hjákona Kálebs føddi Káran, Móza og Gázez. Káran gat Gázez. Synir Jádai: Regem, Jótam, Gersjan, Pelet, Efa og Sjáaf. Máaka, hjákona Kálebs, gat Sjeber og Tirhana. Sjáaf, faðir Madmanna, gat Sjeva, faðir Makbena og faðir Gibea. Dóttir Kálebs æt Aksa. Hesir vóru eftirkomarar Kálebs. Synir Hurs, hins frumgitna sonar Efratar: Sjóbal, faðir Kirjat-Jearims, Salma, faðir Betlehems, og Háref, faðir Bet-Gáders. Sjóbal, faðir at Kirjat-Jearim, átti hesar synir: Reaja helming Mánahátita. Kyntættir Kirjat-Jearims: Jitritar, Putitar, Sjumatitar og Misjraitar; av teimum eru komnir Zóratitar og Esjtaolitar. Synir Salma: Betlehem, Netofatitar, Átarot-Bet-Jóab, helmingur Mánahátita og Zóritar. Ættargreinir teirra skriftlærdu, sum búðu í Jábez: Tireatitar, Sjimeatitar og Sukatitar. Hetta eru Kinitar, ið komnir eru av Hammat, ættarfaðir Rekabita.
Hesir vóru synir Dávids, ið føddust honum í Hebron: Amnon frumgitni sonur hans, ið hann gat við Áhinoam úr Jisreel; Dániel, annar sonurin, ið hann gat við Ábigáil úr Karmel; hin triði var Absalon, sonur Máaku, dóttur Talmai kongs í Gesjur; hin fjórði Ádónija, sonur Haggitar, hin fimti Sjefatja við Ábital; hin sætti Jitream, ið hann gat við konu síni Eglu. Seks føddust honum í Hebron, har hann sat sum kongur í sjey ár og seks mánaðir; í tríati og trý ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Hesir føddust honum í Jerúsalem: Sjimea, Sjóbab, Nátan og Sálomon; hesar fýra fekk hann við Batsjúu Ammielsdóttur, framleiðis Jibhar, Elisjáma, Elifelet, Nóga, Nefeg, Jáfia, Elisjáma, Beeljada og Elifelet, í alt níggju. Hesir vóru allir synir Dávids umframt hjákonusynir hansara; Támar var systir teirra. Sonur Sálomons var Rehábeam, sonur hansara Ábia, sonur hansara Ása, sonur hansara Jósafat, sonur hansara Jóram, sonur hansara Áhazja, sonur hansara Jóas, sonur hansara Ámazja, sonur hansara Ázarja, sonur hansara Jótam, sonur hansara Ákaz, sonur hansara Hizkia, sonur hansara Manasse, sonur hansara Ámon, sonur hansara Jósia. Synir Jósia: Jóhanan, hin frumgitni, annar Jójakim, triði Zidkia og fjórði Sjallum. Synir Jójakims: Sonur hansara Jekonja, sonur hansara Zidkia. Synir Jekonja hins herleidda: Sjealtiel, sonur hansara, Malkiram, Pedaja, Sjenazzar, Jekamja, Hósjama og Nedabja. Synir Pedaja: Zerubbábel og Sjimei. Synir Zerubbábels: Mesjullam og Hánanja og systir teirra Sjelomit. Synir Mesjullams: Hásjuba, Óhel, Berekja, Hásadja og Jusjab-Hesed; fimm í alt. Synir Hánanja: Pelatja, Jesjaja, Refaja, Arnan, Óbadja og Sjekanja. Synir Sjekanja: Sjemaja, Hattusj, Jigal, Bária, Nearja og Sjáfat, seks í alt. Synir Nearja: Eljoenai, Hizkia og Azrikam, tríggir í alt. Synir Eljoenai: Hódavja, Eljasjib, Pelaja, Akkub, Jóhanan, Delaja og Ánani, sjey í alt.
Synir Júda: Perez, Hezron, Karmi, Hur og Sjóbal. Reaja, sonur Sjóbals, gat Jáhat; Jáhat gat Áhumai og Láhad. Hetta vóru kyntættir Zóratita. Hesir vóru synir Etams: Jizreel, Jisjma og Jidbasj; systir teirra æt Hazlelponi; framvegis Penuel, faðir Gedors, og Ezer, faðir Husja. Hesir vóru synir Hurs, frumburðar Efratar, faðirs Betlehems. Asjhur, faðir Tekóa, hevði tvær konur: Heleu og Náaru. Náara føddi honum Áhuzzam, Hefer, Temeni og Áhasjtaritar. Hesir vóru synir Náaru. Synir Heleu: Zeret, Zóhar, Etnan og Koz. Koz gat Ánub, Hazzóbeba og kyntættir Áharhels, sonar Hárums. Jábez var mætastur millum brøðra sína, og móðir hansara nevndi hann Jábez, tí hon segði: «Við verkum havi eg føtt hann!» Jábez ákallaði Ísraels Guð við hesum orðum: «Gævi tú vildi signað meg stórum og økt um land mítt og latið hond tína verið við mær og bjargað mær úr ógævu, so at mær verður einki at harmi!» Og Guð veitti honum tað, sum hann bað um. Kelub, bróðir Sjúa, gat Mehir; hann var faðir Esjtons. Esjton gat Bet-Ráfa, Pásea og Tehinna, faðir at Ir-Náhasj. Hesir eru menninir frá Reka. Synir Kenazar: Otniel og Seraja. Synir Otniels: Hátat og Meónotai. Meónotai gat Ofra. Seraja gat Jóab, faðir at Ge-Hárasjim, tí at teir vóru smiðir. Synir Kálebs Jefunnesonar: Ir, Ela og Náam. Synir Ela ... og Kenaz. Synir Perezar: Jehallelel og Ezra. Synir Jehallelels: Zif, Zifa, Tireja og Ásarel. Synir Ezra: Jeter, Mered og Efer. Efer gat Mirjam, Sjammai og Jisjba, faðir Esjtemoa. Men kona hansara av Gýðingaætt føddi Jared, faðir at Gedor og Heber, faðir at Sóko og Jekutiel, faðir at Zánoa. Hesir vóru synir Bitju, dóttur Fáraos, sum Mered tók til konu: ... Synir konu Hódia, systur Náhams: Faðir at Ke'ila Garmita og Esjtemoa Máakatita. Synir Sjimons: Amnon og Rinna, Benhanan og Tilon. Synir Jisji: Zóhet. Sonur Zóhets: ... Synir Sjela, sonar Júda: Er, faðir at Leka, Láda, faðir at Máresja, kyntættir av Asjbeaætt, sum virkaðu línvevnað, framvegis Jókim og menninir frá Kózeba og Jóasj og Sáraf, ið valdaðu Móab og komu aftur til Betlehem. Men hetta var í gomlum døgum. Teir vóru leirkerasmiðir og bygdu Netáim og Gedera og búðu har í námundu kongs og starvaðu hjá honum. Synir Símeons: Nemuel, Jámin, Járib, Zera og Sjául; sonur hansara var Sjallum; sonur hansara Mibsam; sonur hansara Misjma. Synir Misjma: Sonur hansara Hammuel; sonur hansara Zakkur; sonur hansara Sjimei. Sjimei átti sekstan synir og seks døtur; men brøður hans áttu ikki nógv børn; og allur ættbólkur teirra var ikki so fjølmentur sum Júdamenn. Teir búðu í Beersjebu, Mólada, Házar-Sjúal, Bilha, Ezem, Tólad, Betuel, Horma, Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Susim, Bet-Birei og Sjáaráim. Hagar til Dávid tók við ríki, vóru hetta borgir teirra við torpum íkring; framvegis Etam, Ájin, Rimmon, Tóken og Ásjan, fimm borgir og torpar teirra, sum lógu kring um hesar borgir til Báal. Hetta vóru bústaðir teirra; og teir høvdu sítt egna ættartal. Framvegis: Mesjóbab, Jamlek, Jósja, sonur Ámazja, Jóel, Jehu, sonur Jósjibja Serajasonar, Ásielssonar, Eljóenai, Jáakoba, Jesjóhaja, Ásaja, Ádiel, Jesimiel, Benaja, Ziza, sonur Sjifei Allonssonar, Jedajasonar, Sjimrisonar, Sjemajasonar. Teir, sum her eru nevndir, vóru høvdingar fyri ættargreinum sínum; og hava ættir teirra greint seg víða. Teir fóru haðan leiðina til Gerar eystur um dalin til tess at leita sær beitilendi fyri smalur sínar; og teir komu fram á feitt og gott beitilendi og rúmsátt land, róligt og friðarligt, tí teir, sum áður búðu har, vóru komnir av Kam. Á døgum Hizkia Júda kongs komu hesir, ið her eru navngreindir, og oyddu tjøld teirra og vógu Meunitar, sum teir hittu har; og teir vígdu teir til avoyðingar, so at teir ikki eru til í dag; síðan settust teir niður í bústøðum teirra, tí har var beitilendi fyri smalur teirra. Av teimum, av Símeonitum, fóru fimm hundrað mans til Se'irs fjøll; á odda fyri teimum vóru Pelatja, Nearja, Refaja og Uzziel, synir Jisjei; teir vógu hinar síðstu Ámalekitar, ið eftir vóru, og tóku upp bústað har og búgva har enn.
Synir Rubens, frumgitna sonar Ísraels – tí hann var hin frumgitni; men av tí at hann hevði vanhalgað rekkju faðirs síns, var frumburðarrættur hansara givin sonum Jósefs Ísraelssonar; tó vóru teir ikki taldir frumgitnir í ættartalinum; tí at Júda valdaði brøðrum sínum, og av honum skuldi høvdingin koma; men frumburðarrættin fekk Jósef – synir Rubens, frumgitna sonar Ísraels: Hánók, Pallu, Hezron og Karmi. Synir Jóels: Sonur hansara var Sjemaja, sonur hansara Góg, sonur hansara Sjimei, sonur hansara Mika, sonur hansara Reaja, sonur hansara Báal, sonur hansara Beera, sum Tillegat-Pilneser, Assurs kongur, herleiddi; hann var høvdingi fyri Rubenitar. Og brøður teirra eftir ættargreinum sínum, eins og teir vóru skrásettir í ættartali eftir uppruna sínum: Fyrst Jeiel, síðan Zekarja og Bela Ázazson, Sjemasonar, Jóelssonar; hann búði í Ároer og alt at Nebo og Báal-Meon. Bústaðir hansara vóru allar vegir eystureftir alt at oyðimørkini fyri vestan Eufratánna; tí teir høvdu miklar fæflokkar í Gileads landi. Á Sáuls døgum løgdu teir bardagar við Hágritar; og tá ið Hágritar høvdu lútað fyri teimum, tóku teir upp bústað í tjøldum teirra um alt eystara økið í Gileads landi. Synir Gáds, ið búðu beint yvir av teimum í Básjans landi alt at Salka: Fyrst Jóel, tínæst Sjáfam, Jáenai og Sjáfat í Básjan; og brøður teirra eftir fedranna ættum teirra: Mikael, Mesjullam, Sjeba, Jórai, Jákan, Zia og Eber, sjey í alt. Hesir vóru synir Ábihails, Hurisonar, Jároasonar, Gileadssonar, Mikaelssonar, Jesjisjaisonar, Jádosonar, Buzsonar. Áhi Abdielsson Gunisonar var ættarhøvdingi teirra. Teir búðu í Gilead og Básjan og øllum torpunum har og øllum beitilendunum, so langt sum tey rukku. Allir hesir vórðu skrásettir í ættartal á døgum Jótams Júda kongs og Jeróboams, Ísraels kongs. Rubenitar, Gáditar og hálv Manasse ætt, reystir menn, ið bóru svørð og skjøldur og spentu boga, fjøruti og fýra túsund og sjey hundrað og seksti mans, ið vóru bardagavandir og førir til víggja, teir løgdu bardagar sínar móti Hagritum, Jetur, Náfisj og Nódab; og teir fingu hjálp ímóti teimum, so at teir vunnu sigur á Hágritum og øllum feløgum teirra; tí teir rópaðu til Harrans mitt í orrustuni, og hann bønboyrdi teir, av tí at teir troystaðu á hann. Og teir høvdu burtur við sær fæflokkar teirra sum herfong, fimmti túsund kamelar, tvey hundrað og fimmti túsund smalur, tvey túsund asnar og eitt hundrað túsund mans. Tí at har var mikið mannspell, av tí at Guð hevði elvt bardagan. Síðan búðu teir í landi teirra, hagar til teir vóru herleiddir. Teir, ið tilhoyrdu hálvari Manasse ætt, búðu í landinum frá Básjan alt at Báal-Hermon, Senir og Hermon fjalli. Teir vóru fjølmentir; og hesir vóru ættarhøvdingar teirra: Efer, Jisjei, Eliel, Azriel, Jeremja, Hódavja og Jádiel, reystir menn og navnframir, høvdingar fyri ættarkynum sínum. Men teir vóru ótrúgvir móti Guði fedra sína og horaðust við gudunum hjá teimum tjóðflokkum, sum vóru í landinum, og sum Guð hevði oytt fyri teimum. Tá setti Ísraels Guð ilt í Pul, Assurs kong, og í Tillegat-Pilneser, Assurs kong, so at hann herleiddi Rubenitar, Gáditar og hálva Manasse ætt og flutti teir til Hála, Hábor, Hára og Gózan ánna, har teir enn eru.
Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Synir Amrams: Áron, Móses og Mirjam. Synir Árons: Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. Eleazar gat Pinehas; Pinehas gat Ábisjua; Ábisjua gat Bukki; Bukki gat Uzzi; Uzzi gat Zeraja; Zeraja gat Merajot; Merajot gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub; Áhitub gat Zádok; Zádok gat Áhimáaz; Áhimáaz gat Ázarja; Ázarja gat Jóhanan; Jóhanan gat Ázarja, sum var prestur í tí templi, sum Sálomon bygdi í Jerúsalem. Ázarja gat Ámarja; Ámarja gat Áhitub; Áhitub gat Zádok; Zádok gat Sjallum; Sjallum gat Hilkia; Hilkia gat Ázarja; Ázarja gat Seraja; Seraja gat Józadak. Men Józadak fór við, tá ið Harrin læt Júda og Jerúsalem verða herleidd av Nebukadnezari. Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. Hesi vóru nøvn Gersjons sona: Libni og Sjimei. Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Synir Merari: Máli og Musji. Hesar vóru ættargreinir teirra eftir ættarfedrum teirra. Av Gersjoni eru komnir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jáhat, sonur hansara Zimma, sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeáterai. Synir Kehats: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kóra, sonur hansara Assir, sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir, sonur hansara Táhat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia og sonur hansara Sjául. Synir Elkana: Ámasai og Áhimot; sonur hansara Elkana, sonur hansara Zófai, sonur hansara Tóhu, sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeróham, sonur hansara Elkana og sonur hansara Sámuel. Synir Sámuels: Jóel, hin frumgitni, og hin annar Ábia. Synir Merari: Máli, sonur hansara Libni, sonur hansara Sjimei, sonur hansara Uzza, sonur hansara Sjimea, sonur hansara Haggija og sonur hansara Ásaja. Hesir eru teir, ið Dávid setti til at skipa songinum í húsi Harrans, eftir at ørkin hevði funnið hvíldarstað, og sum intu tænastu frammi fyri bústaði samfundartjaldsins sum sangarar, hagar til Sálomon bygdi hús Harrans í Jerúsalem; teir intu tænastu eftir teimum reglum, ið teimum vóru ásettar. Og hesir eru teir, sum intu hesa tænastu og synir teirra: Av Kehatitum sangarin Heman Jóelsson, Sámuelssonar, Elkanasonar, Jeróhamssonar, Elielssonar, Tóasonar, Zufssonar, Elkanasonar, Máhatssonar, Ámasaisonar, Elkanasonar, Jóelssonar, Ázarjasonar, Zefanjasonar, Táhatssonar, Assirssonar, Ebjasafssonar, Kórasonar, Jizharssonar, Kehatssonar, Levisonar, Ísraelssonar. Og bróðir hansara Ásaf stóð honum við høgru lið: Ásaf Berekjason, Sjimeasonar, Mikaelssonar, Báasejasonar, Malkijasonar, Etnisonar, Zerasonar, Ádajasonar, Etanssonar, Zimmasonar, Sjimeisonar, Jáhatssonar, Gersjonssonar, Levisonar. Og brøður teirra, synir Merari, stóðu til vinstru: Etan Kisjison, Abdisonar, Mallukssonar, Hásjabjasonar, Ámazjasonar, Hilkiasonar, Amzisonar, Bánisonar, Sjemerssonar, Málisonar, Musjisonar, Merarisonar, Levisonar. Brøður teirra Levitarnir vóru settir yvir øllum starvi við tempulbústað Guðs. Men Áron og synir hans ofraðu á brennioffuraltarinum og á roykilsisaltarinum; teir intu alla tænastu í tí alraheilagasta og veittu Ísrael sáttargerð, beint so sum Móses, tænari Guðs, hevði boðið. Synir Árons vóru hesir: Sonur hansara Eleazar, sonur hansara Pinehas, sonur hansara Ábisjua, sonur hansara Bukki, sonur hansara Uzzi, sonur hansara Zeraja, sonur hansara Merajot, sonur hansara Ámarja, sonur hansara Áhitub, sonur hansara Zádok og sonur hansara Áhimáaz. Og hetta vóru bústaðir teirra, tjaldborgir teirra innan landøki teirra: Sonum Árons av ættargrein Kehatita – tí teir fingu fyrstir lut sín – góvu teir Hebron í Júdalandi og beitilendini kring um hana. Men bø borgarinnar og torpar góvu teir Kálebi Jefunnesyni. Og sonum Árons góvu teir griðstaðin Hebron; framvegis Libna við beitilendum, Jattir við beitilendum, Esjtemoa við beitilendum, Hilen við beitilendum, Debir við beitilendum, Ásjan við beitilendum, Jutta við beitilendum og Bet-Sjemesj við beitilendum. Av Benjamins ætt: Gibeon við beitilendum, Geba við beitilendum, Álemet við beitilendum og Ánatot við beitilendum; í alt trettan borgir við beitilendum. Hinir av Kehats sonum fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tíggju borgir burtur av Efraims ætt og Dáns ætt og hálvari Manasse ætt. Sonum Gersjons lutaðust eftir ættargreinum teirra trettan borgir burtur av Issakars ætt, Ásjers ætt, Naftali ætt og hálvari Manasse ætt í Básjan. Synir Merari fingu eftir ættargreinum sínum við lutkasti tólv borgir burtur av Rubens ætt, Gáds ætt og Zebulons ætt. Síðan góvu Ísraelsmenn Levitunum borgirnar við beitilendum; teir góvu teimum eftir lutkasti navngreindu borgir burtur av ætt Júdasona, ætt Símeonssona og ætt Benjaminssona. Synir Kehats fingu eftir ættargreinum sínum burtur av Efraims ætt tær borgir, ið teimum lutaðust; og teir góvu teimum griðstaðin Sikem við beitilendum á Efraims fjøllum, Gezer við beitilendum, Jokmeam við beitilendum, Bet-Hóron við beitilendum, Ajjalon við beitilendum og Gát-Rimmon við beitilendum. Av hálvari Manasse ætt Áner við beitilendum og Jibleam við beitilendum; hetta lutaðist hinum av Kehats ætt. Sonum Gersjons lutaðist eftir ættargreinum teirra hin helmingurin av Manasse ætt: Gólan í Básjan við beitilendum og Asjtarot við beitilendum; av Issakars ætt: Kedesj við beitilendum, Dobrat við beitilendum, Jarmut við beitilendum og En-Gannim við beitilendum; av Ásjers ætt: Masjal við beitilendum, Abdon við beitilendum, Hukok við beitilendum og Rehob við beitilendum; av Naftali ætt: Kedesj í Gálileu við beitilendum, Hammot við beitilendum og Kirjatáim við beitilendum. Hinum Levitunum, Merarutunum lutaðist burtur av Zebulons ætt: Rimmon við beitilendum og Tábor við beitilendum; og hinumegin Jórdan áraka Jeriko eystan fyri Jórdan burtur av Rubens ætt: Bezer í oyðimørkini við beitilendum, Jáza við beitilendum, Kedemot við beitilendum og Mefáat við beitilendum. Av Gáds ætt: Rámot í Gilead við beitilendum, Máhanáim við beitilendum, Hesjbon við beitilendum og Jázer við beitilendum.
Synir Issakars vóru Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron, fýra í alt. Synir Tóla: Uzzi, Refaja, Jeriel, Jámai, Jibsam og Sjemuel, ættarhøvdingar teirra, ið komnir vóru av Tóla, reystar hetjur. Eftir ættartali teirra á døgum Dávids kom tal teirra upp í tjúgu og tvey túsund og seks hundrað. Synir Uzzi: Jizraja. Synir Jizraja: Mikael, Óbadja, Jóel og Jissjija; allir hesir fimm vóru oddamenn. Til teirra taldust eftir ættartali og eftir ættum teirra vígbúnir hermannaflokkar, tríati og seks túsund mans; tí at teir høvdu nógvar konur og nógv børn. Brøður teirra, allir av Issakars ætt, vóru reystir kappar; teir vóru allir skrásettir í ættartali og komu upp í áttati og sjey túsund. Synir Benjamins: Bela, Beker og Jediael, tríggir í alt. Synir Bela: Ezbon, Uzzi, Uzziel, Jerimot og Iri, sum allir fimm vóru ættarhøvdingar og reystir kappar; og teir av teimum, ið skrásettir vóru í ættartali, komu upp í tjúgu og tvey túsund og tríati og fýra. Synir Bekers: Zemira, Jóasj, Eliezer, Eljóenai, Omri, Jeremot, Ábia, Ánatot og Álemet; allir hesir vóru synir Bekers; teir, sum skrásettir vóru í ættartali eftir uppruna sínum, ættarhøvdingar, reystir kappar, komu upp í tjúgu túsund og tvey hundrað. Synir Jediales: Bilhan. Synir Bilhans: Jeusj, Binjamin, Ehud, Kenáana, Zetan, Tarsjisj og Áhisjahar; allir hesir vóru synir Jediaels, ættarhøvdingar og reystir kappar, seytjan túsund og tvey hundrað vígførir menn. Sjuppim og Huppim vóru synir Irs, og Husjim vóru synir Áhers. Synir Naftali vóru: Jáhaziel, Guni, Jezer og Sjallum. Synir Billu: ... Synir Manasse, sum áramitiska hjákona hansara føddi: Hon føddi Mákir, faðir Gileads. Gilead tók sær konu, Máaka at navni; systir hansara æt Hammoleket, og bróðir hans æt Zelofhad; Zelofhad átti einans døtur. Máaka, kona Gileads, føddi son, sum hon nevndi Peresj; og bróðir hansara æt Sjeresj; synir hans vóru Ulam og Rekem. Synir Ulams: Bedan. Hesir vóru synir Gileads Mákirssonar Manassesonar. Systir hansara Hammoleket føddi Isjhod, Ábiezer og Mála. Synir Sjemida vóru: Ájan, Sjekem, Likhi og Ániam. Synir Efraims: Sjútela – sonur hansara var Bered, sonur hansara Táhat, sonur hansara Eleada, sonur hansara Táhat, sonur hansara Zábad, sonur hansara Sjútela – Ezer og Elead; men menninir úr Gát, sum vóru føddir í landinum, drópu teir, tá ið teir komu oman at ræna fenað teirra. Faðir teirra Efraim syrgdi teir leingi; og brøður hansara komu at ugga hann. Síðan gekk hann innar til konu sína; og hon varð við barn og føddi son, ið hon nevndi Beria, tí at ógæva hevði borist á í húsi hans. Dóttir hansara var Sjeera; hon bygdi niðara og ovara Bet-Hóron og Uzzen-Sjeera. Sonur hansara var Refa, sonur hansara Resjef, sonur hansara Tela, sonur hansara Táhan, sonur hansara Ládan, sonur hansara Ammihud, sonur hansara Elisjáma, sonur hansara Nun, sonur hansara Jósva. Ognir teirra og bústaðir vóru Betel við torpum íkring eystur at Náaran og vestur at Gezer við torpunum íkring; framvegis Sikem við torpum sínum alt at Ajja við torpum. Fram við landamarki Manassita Bet-Sjean við torpunum íkring, Táanak við torpunum íkring, Megiddo við torpunum íkring og Dór við torpunum íkring; í teimum búðu synir Jósefs Ísraelssonar. Synir Ásjers: Jimna, Jisjva, Jisjvi og Beria. Systir teirra æt Sera. Synir Beria: Heber og Malkiel, ið var faðir at Birzajit. Heber gat Jaflet, Sjómer, Hótam og systur teirra Sjúu. Synir Jaflets: Pásak, Bimhal og Asjvat. Hesir vóru synir Jaflets. Synir Sjemers: Áhi, Róga, Hubba og Áram. Synir Hótams, bróður hans: Zófa, Jimna, Sjelesj og Ámal. Synir Zófa: Sua, Harnefer, Sjúal, Beri, Jimra, Bezer, Hód, Sjamma, Sjilsja, Jitran og Beera. Synir Jeters: Jefunne, Pispa og Ára. Synir Ulla: Ára, Hanniel og Rizja. Allir hesir vóru synir Ásjers, ættarhøvdingar, fráskila reystmenni, fremstir millum høvdinga; tal teirra, ið skrásett var í ættartalinum sum vígførir, kom upp í tjúgu og seks túsund mans.
Benjamin gat Bela, frumgitna son sín, annan Asjbel, triðja Áhiram, fjórða Nóha og fimta Ráfa. Bela átti synir: Ard, Gera, faðir Ehuds, Ábisjúa, Náaman, Áhóa, Gera, Sjefufan og Hufam. Hesir vóru synir Ehuds – teir vóru ættarhøvdingar hjá Gebabúgvum, men vórðu herleiddir til Mánahat, tá ið Náaman, Áhija og Gera herleiddu teir – hann gat Uzza og Áhihud. Sjáharáim gat børn á Móabslandi, eftir at hann hevði rikið frá sær konur sínar Husjim og Báaru, hann gat við konu síni Hódesj: Jóbab, Zibja, Mesja, Malkam, Jeuz, Sakeja og Mirma. Hesir vóru synir hansara, ættarhøvdingar; og við Husjim gat hann Ábitub og Elpáal. Synir Elpáals: Eber, Misjam og Sjemer, ið bygdu Óno og Lod og torparnar har íkring. Beria og Sjema vóru ættarhøvdingar hjá Ajjalonsbúgvum; teir róku burtur Gáts menn. Brøður teirra vóru: Elpáal, Sjásjak og Jeremot. Og Zebadja, Árad, Eder, Mikael, Jisjpa og Jóha vóru synir Beria. Zebadja, Mesjullam, Hizki, Heber, Jisjmerai, Jizlia og Jóbab vóru synir Elpáals. Jákim, Zikri, Zabdi, Eljóenai, Zilletai, Eliel, Ádaja, Beraja og Sjimrat vóru synir Sjimei. Jisjpan, Eber, Eliel, Abdon, Zikri, Hánan, Hánanja, Elam, Antótija, Jifdeja og Penuel vóru synir Sjásjaks. Sjamsjerai, Sjeharja, Átalja, Jáaresja, Elija og Zikri vóru synir Jeróhams. Hesir vóru ættarhøvdingar, høvdingar eftir uppruna sínum og búðu í Jerúsalem. Í Gibeon búði Jeuel, faðir Gibeons; kona hansara æt Máaka. Frumgitni sonur hansara var Abdon, síðan Zur, Kisj, Báal, Ner, Nádab, Gedor, Ájo, Zeker og Miklot. Miklot gat Sjimea. Eisini hesir búðu saman við brøðrum sínum beint yvir av teimum í Jerúsalem. Ner gat Kisj, Kisj gat Sául, Sául gat Jónatan, Malkisjúa, Ábinadab og Esjbáal. Sonur Jónatans var Meribbáal. Meribbáal gat Mika. Synir Mika: Piton, Melek, Tárea og Áhaz. Áhaz gat Jehóadda, Jehóadda gat Álemet, Azmavet og Zimri. Zimri gat Móza, Móza gat Binea, sonur hansara var Ráfa, sonur hansara Eleasa, sonur hansara Ázel. Men Ázel átti seks synir; teir itu: Azrikam, Bókeru, Jisjmael, Sjearja, Óbadja og Hánan. Allir hesir vóru synir Ázels. Synir Esjeks, bróður hans: Ulam, hin frumgitni, annar Jeusj, triði Elifelet. Synir Ulams vóru reystmenni og ørvagarpar miklir; teir áttu nógvar synir og sonarsynir, eitt hundrað og fimmti í alt. Allir hesir vóru eftirkomarar Benjamins.
Allir Ísraelsmenn vóru ættartaldir og ritaðir í bók Ísraels konga. Men Júda varð herleiddur til Bábelborgar fyri ótrúskapar sakir. Hinir fyrru íbúgvar, ið sótu við jørð síni í borgum sínum, vóru: Vanligir Ísraelsmenn, prestarnir, Levitarnir og tempultrælirnir. Í Jerúsalem búðu av Júdamonnum, Benjaminitum, Efraimitum og Manassitum: Av Júdamonnum: Utai Ammihudsson, Omrisonar, Imrisonar, Bánisonar, sum var ættaður frá Perezi Júdasyni. Av Sjelanitum: Ásaja, hin frumgitni, og synir hansara. Av Zeraitum: Jeuel og brøður teirra, seks hundrað og níti í alt. Av Benjaminitum: Sallu Mesjullamsson, Hódavjasonar, Hassenuasonar; Jibneja Jeróhamsson; Ela Uzzison, Mikrisonar; Mesjullam Sjefatjason, Reuelssonar, Jibnejasonar; framvegis brøður teirra eftir kyntáttum teirra, í tali níggju hundrað og fimmti og seks. Allir hesir vóru oddamenn fyri kyntáttum sínum. Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin, Ázarja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, ið høvuðsmaður var fyri templi Guðs, Ádaja Jeróhamsson, Pasjhursson, Malkijason; Másai Ádielsson, Jázerasonar, Mesjullamssonar, Mesjillemitssonar, Immerssonar; framvegis brøður teirra, seytjan hundrað og seksti ættarhøvdingar, fráskilamenn til at inna tænastu í templi Guðs. Av Levitum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, av Meraritum. Framvegis Bakbakkar, Heresj, Gálal, Mattanja Mikason, Zikrisonar, Ásafssonar, Óbadja Sjemajason, Gálalssonar, Jedutunssonar, Berekja Ásason, Elkanasonar, sum búði í torpum Netofatita. Og duravørðirnir: Sjallum, Akkub, Talmon og Áhiman og brøður teirra. Sjallum var hægstur og goymir enn at kongsliðinum eystantil. Hesir vóru duravørðirnir í herbúðum Levita. Sjallum Kóreson, Ebjasafssonar, Kórasonar og brøður hans, ið vóru av hansara ætt, Kóraitarnir, intu tænastu við at goyma at tjaldgáttunum; eisini fedrar teirra høvdu verið vørðir við inngongdina í herbúðir Harrans. Pinehas Eleazarsson hevði forðum verið oddamaður teirra – Harrin veri við honum. Zekarja Mesjelemjason var duravørður við samfundartjaldið. Teir, sum útvaldir vóru til at goyma at gáttunum, vóru til samans tvey hundrað og tólv; hesir vóru í torpum sínum ritaðir í ættartal. Dávid og síggjarin Sámuel skipaðu teimum í embæti; teir og synir teirra vóru duravørðir við hús Harrans, við tjaldbúðina. Móti teimum fýra ættunum skulu duravørðirnir standa, móti eystri og vestri, móti norðuri og suðuri. Og brøður teirra í torpum teirra skuldu koma av og á sjey dagar í senn og veita teimum atstøðu. Tí at hinir fýra yvirduravørðirnir intu støðugt størv síni. Tað vóru Levitarnir. Teir høvdu eisini umsjón við herbergunum og goymsluhúsunum í húsi Guðs. Teir hildu til um náttina kring tempul Guðs; tí at teir áttu at halda vakt og á hvørjum morgni at lata upp liðini. Nakrir teirra høvdu umsjón við teimum amboðum, ið nýtt vóru í tænastuni; teir taldu tey, bæði tá ið teir goymdu tey burtur, og tá ið teir tóku tey fram aftur; og aðrir teirra høvdu umsjón við amboðunum og øllum halgigripunum, við hveitimjølinum, víninum, oljuni, roykilsinum og kryddurtunum. Nakrir av prestasonunum gjørdu salvu úr hinum vælangandi urtunum. Men Matitja, ein av Levitunum, frumgitni sonur Sjallums Kóriata, hevði fingið starvið at baka litið til. Nakrir av Kehatitunum, brøðrum teirra, høvdu umsjón við sýnisbreyðunum og skuldu leggja tey til rættis hvønn hvíludag. Tað vóru sangararnir, ættarhøvdingar Levitanna; teir búðu í herbergunum og vóru leysir við onnur størv, tí at teir høvdu tænastu dag og nátt. Hesir vóru ættarhøvdingar Levitanna, høvuðsmenn fyri kyntáttum sínum í Jerúsalem. Í Gibeon búði Jeuel, faðir Gibeons; kona hansara æt Máaka; frumgitni sonur hansara var Abdon, tínæst Zur, Kisj, Báal, Ner, Nádab, Gedor, Ájo, Zekarja og Miklot. Miklot gat Sjimeam. Eisini teir búðu yvir av brøðrum sínum í Jerúsalem saman við brøðrum sínum. Ner gat Kisj; Kisj gat Sául; Sául gat Jónatan, Malkisjúa, Ábinadab og Esjbáal. Sonur Jónatans var Meribbáal; Meribbáal gat Mika. Synir Mika: Piton, Melek, Tárea og Áhaz. Áhaz gat Jehóadda; Jehóadda gat Álemet, Asmavet og Zimri. Zimri gat Móza, Móza gat Binea. Sonur hansara var Refaja, sonur hansara Eleasa, sonur hansara Ázel. Ázel átti seks synir; teir itu: Ázrikam, Bókeru, Jisjmael, Sjearja, Óbadja og Hánan. Hesir vóru synir Ázels.
Filistar løgdu bardagar móti Ísrael, og Ísraelsmenn flýddu undan Filistum, og mangir lógu falnir á Gilboa fjalli. Filistar eltu Sául og synir hansara harðliga; og Filistar vógu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls. Ófriðurin gekk nú hart á Sául, og tá ið ørvagarparnir bóru eyga við hann, kom ræðsla á hann fyri teimum. Tá segði Sául við skjaldsvein sín: «Bregð svørði tínum og renn tað gjøgnum meg, so at ikki hesir óumskornu koma og fara háðuliga við mær!» Men skjaldsveinur hansara vildi ikki, tí at mikil ræðsla var komin á hann; men Sául tók sjálvur svørðið og tveitti seg á tað. Og tá ið skjaldsveinurin sá, at Sául var deyður, tveitti eisini hann seg á svørð sítt og doyði. Soleiðis fylgdust Sául og synir hansara tríggir og alt húski hans í deyðan. Men tá ið allir Ísraelsmenn niðri á láglendinum sóu, at Ísraelsmenn flýddu, og at Sául og synir hansara vóru falnir, tá góvu teir borgir sínar yvir og flýddu; og Filistar komu og settust niður í teimum. Tá ið Filistar dagin eftir komu at ræna teir vignu, funnu teir Sául og synir hansara falnar á Gilboa fjalli. Teir lótu hann tá úr og tóku høvur hans og herklæði og lótu sendisveinar fara um alt Filistaland at bera gudum sínum og fólkinum hesi gleðitíðindi. Vápn hansara løgdu teir í hov guds síns; men høvur hans hongdu teir upp í hovi Dágons. Men tá ið allir teir, sum búðu í Jábesj í Gilead, hoyrdu um alt tað, sum Filistar høvdu gjørt við Sául, fóru allir vígførir menn avstað, tóku lík Sáuls, og lík sona hans og høvdu tey aftur við sær til Jábesj, har teir jarðaðu bein teirra undir eikini og fastaðu í sjey dagar. Soleiðis læt Sául lív vegna ótrúskap sín móti Harranum vegna tess, at hann ikki varðveitti orð Harrans, og eisini at hann leitaði sær ráð við dreygar og ikki leitaði sær ráð við Harran; tí læt hann hann týna lívið og gav Dávidi Ísaisyni kongsdømið.
Hesir eru teir, ið komu til Dávids í Ziklag, har hann krógvaði seg fyri Sáuli Kisjsyni; teir vóru millum hetjurnar, sum í víggi veittu honum hjálp; teir vóru vápnaðir við boga og kønir í at sleingja steinar bæði við høgru og vinstru hond og at skjóta ørvar av boga; teir vóru av frændum Sáuls, Benjaminitum. Oddamaður teirra var Áhiezer; tínæst Jóasj Sjemáason úr Gibeu, Jeziel og Pelet, synir Azmavets, Beráka, Jehu úr Ánatot, Jisjmaja úr Gibeon, hetja millum teirra tríati og oddamaður teirra, Jeremja, Jáhaziel, Jóhanan, Józabad úr Gedera, Eleuzai, Jerimot; Bealja, Sjemarja, Sjefatja úr Hárif, Elkana, Jissjija, Ázarel, Jóezer og Jásjobam, Kóriatar, Jóela og Zebadja, synir Jeróhams úr Gedor. Nakrir av Gáditunum komu og bundu felag við Dávid í fjallavirkinum í oyðimørkini; teir vóru reystir kappar, frægir í víggi, bóru skjøldur og spjót og vóru á at líta eins og ljónið og snarpir sum skógargeitir á fjøllum. Oddamaður teirra var Ezer, annar var Óbadja, triði Eliab, fjórði Masjmanna, fimti Jeremja, sætti Attai, sjeyndi Eliel, áttandi Jóhanan, níggjundi Elzabad, tíggjundi Jeremja, ellivti Makbannai. Hesir vóru herhøvdingar hjá Gáditum; hin minsti teirra var maður móti hundrað monnum og hin mætasti móti túsund. Hesir vóru teir, ið fóru yvir Jórdan í fyrsta mánaði, tá ið hon vaks yvir allar áarbakkar, og róku allar dalbúgvar á flótta bæði eystureftir og vestureftir. Eina ferð komu nakrir Benjaminitar og Júdaitar til Dávids í fjallavirkið; Dávid fór tá út ímóti teimum, tók til máls og segði við teir: «Um tit koma til mín við friði til tess at veita mær dugnað, tá vil eg fegin binda felag við tykkum, men ætla tit at svíkja meg upp í hendur fígginda mína, tó at eg einki ilt havi gjørt, tá líti Guð fedra vára at og revsi tað!» Tá læt andin seg í Ámasaj, oddamann teirra tríati; og hann mælti: «Tínir eru vit, Dávid, og við tær, tú Ísaisonur. Heilur og sælur tú og heilir hjálparar tínir; tí at Guð tín hjálpir tær!» Tá tók Dávid við teimum og setti teir á odda fyri herliði sínum. Av Manasse gingu nakrir í herlið við Dávid, tá ið hann saman við Filistum fór í bardaga móti Sáuli, uttan tó at verða teimum til hjálpar, av tí at høvdingar Filista gingu saman í ráð og sendu hann burtur av ótta fyri, at hann skuldi ganga saman við Sáuli harra sínum, og soleiðis verða teimum at bana. Tá ið hann síðan fór aftur til Ziklag, tá gingu av Manasse í herlið við hann: Adna, Józabad, Jediael, Mikael, Józabad, Elihu og Zilletai, høvuðsmenn fyri kyntáttum í Manasse. Teir veittu Dávidi hjálp móti ránsflokkum, tí at teir vóru allir reystar hetjur og gjørdust oddamenn í herinum. Tí at dag frá degi komu menn Dávidi til hjálpar, hagar til herliðið var vorðið so stórt sum herlið Guðs. Hetta er manntalið á hinum herbúnu høvdingum, ið komu til Dávids í Hebron til at fáa honum kongsdømi Sáuls upp í hendur eftir boði Harrans: Av Júdaitum, ið bóru skjøldur og spjót seks túsund og átta hundrað herbúnir menn. Av Símeonitum sjey túsund og eitt hundrað reystir kappar, frægir í víggi. Av Levitum fýra túsund og seks hundrað; og hartil Jójada, høvdingi Áronsættar, við trý túsund og sjey hundrað monnum; og Zádok, ungt reystmenni, við ættarbólki sínum, ið hevði tjúgu og tveir høvdingar. Av Benjaminitum, frændum Sáuls, trý túsund; men enn hildu flestir teirra trúnað við Sáuls ætt. Av Efraimitum tjúgu túsund og átta hundrað reystir kappar, navnframir í ættarbólkum sínum. Av hálvari Manasse ætt átjan túsund mans, ið vóru navngreindir til at fara og gera Dávid til kong. Av Issakaritum, ið dugdu á at skyna tíðunum, so at teir vistu, hvat Ísrael skuldi gera, tvey hundrað høvdingar; teimum fylgdu allir frændur teirra. Av Zebulon gingu í herin fimmti túsund herbúnir menn, ið høvdu alskyns hervápn og allir sum ein fúsir til at hjálpa. Av Naftali túsund høvdingar og við teimum tríati og sjey túsund mans, ið bóru skjøldur og spjót. Av Dánitum tjúgu og átta túsund og seks hundrað herbúnir menn. Av Ásjer gingu fjøruti túsund mans í herin búnir til bardaga. Frá teimum hinumegin Jórdan: Av Rubenitum, Gáditum og hálvari Manasse ætt eitt hundrað og tjúgu túsund við alskyns vápnum til hernaðar. Allir hesir hermenn komu fylktir og samhugaðir til Hebron til tess at gera Dávid til kong yvir øllum Ísrael; og somuleiðis vóru allir hinir Ísraelsmenn samhugaðir í at taka Dávid til kong. Og teir dvaldust har hjá Dávidi í tríggjar dagar og nætur og ótu og drukku, tí at frændur teirra høvdu búgvið teimum til. Eisini teir, ið búðu í námindu teirra alt at Issakar, Zebulon og Naftali, førdu teimum vistir á øsnum, kamelum, múldjórum og oksum, bæði grón, fikukøkur og vínberjakøkur, vín og olju og nøgdir av stórdýrum og smalum; tí at gleði var í Ísrael.
Tá ið Dávid var gingin saman í ráð við túsundhøvdingar og hundraðhøvdingar, allar høvdingarnar, mælti hann við allan savnað Ísraels: «Um tað hóvar tykkum og er ætlað av Harranum, Guði okkara, tá senda vit boð til frændur okkara, ið eftir eru í øllum landslutum Ísraels, og til prestarnar og Levitarnar í borgum sínum við beitilendunum, at teir skulu savnast her hjá okkum, til tess at vit kunnu flyta ørk Harrans aftur til okkara, tí at á døgum Sáuls spurdu vit ikki eftir henni.» Og allur savnaðurin svaraði, at soleiðis vildu teir gera; tí at alt fólkið helt hetta vera rætt. Tá stevndi Dávid øllum Ísrael saman frá Sjihor í Egyptalandi og alt at Hámat til tess at flyta ørk Guðs úr Kirjat-Jearim. Síðan fór Dávid og allur Ísrael til Báala til Kirjat-Jearim í Júda til tess at flyta haðan ørk Guðs Harrans, ið navn hans er nevnt yvir, hans, ið situr hátt yvir kerúbum. Teir førdu nú á nýggjum vagni ørk Guðs úr húsi Ábinadabs; og Uzza og Ájo stýrdu vagninum. Dávid og allur Ísrael dansaði fyri ásjón Guðs av øllum alvi við songi, søltrum og hørpum, við glymskálum, bumbum og lúðrum. Men tá ið teir komu at treskivølli Kidons, rætti Uzza hondina út til tess at tríva í ørkina, av tí at oksarnir snávaðu. Tá tendraðist vreiði Harrans ímóti Uzza og sló hann aftur fyri, at hann rætti hondina út ímóti ørkini; og hann doyði har fyri ásjón Guðs. Men Dávid harmaðist yvir, at Harrin hevði brotið skarð í Uzza, og hann nevndi staðin har Perez-Uzza, sum hann eitur enn í dag. Dávid fekk á tí degi ótta fyri Guði og mælti: «Hvussu skal eg tá flyta ørk Guðs til mín?» Dávid flutti tí ikki ørkina til sín í Dávidsborgina, men fór við henni í hús Óbed-Edóms Gátita. Ørk Guðs varð tá verandi í húsi Óbed-Edóms í tríggjar mánaðir, og Harrin signaði hús Óbed-Edóms og alt, sum hann átti.
Hiram kongur av Týrus sendi sendimenn til Dávids við sedrisviði og somuleiðis grótmenn og træsmiðir til tess at reisa honum hús. Tá skilti Dávid, at Harrin hevði staðfest kongsvald hans yvir Ísrael, og at hann hevði hátt hevjað kongsdømi hans fyri sakir fólks síns, Ísraels. Dávid tók sær í Jerúsalem enn fleiri konur og gat enn synir og døtur. Hesi eru nøvnini á teimum børnum, ið hann fekk í Jerúsalem: Sjammua, Sjóbab, Nátan, Sálomon, Jibhar, Elisjua, Elpelet, Nóga, Nefeg, Jáfia, Elisjáma, Beeljada og Elifelet. Men tá ið Filistar frættu, at Dávid var salvaður til kong yvir øllum Ísrael, løgdu teir allir út at leita eftir honum. Og tá ið Dávid fekk tað at vita, fór hann ímóti teimum. Filistar komu nú og spjaddu seg út um Refaimdal. Tí fór Dávid at leita sær ráð við Guð og segði: «Eigi eg at fara ímóti Filistum? Manst tú geva teir upp í hendur mínar?» Harrin svaraði honum: «Far, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar!» Síðan hildu teir niðan til Báal-Perazim; og har vann hann sigur á teimum. Tá mælti Dávid: «Guð hevur latið meg bróta ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vatn ryður sær rás!» Tí verður staðurin nevndur Báal-Perazim. Men teir lótu gudar sínar vera eftir har, og eftir boði Dávids vórðu teir brendir á báli. Men Filistar hildu áfram at reika um í dalinum. Tá leitaði Dávid aftur ráð við Guð; men Guð svaraði honum: «Halt ikki aftan á teir; men far í bug um teir og kom síðan teimum á baki og herja á teir út undan bakarunnunum. Tá ið tú tá hoyrir ljóð av fetum uppi í bakarunnunum, tá skalt tú leggja til orrustu, tí at tá er tað Guð, sum gongur undan tær til tess at sláa her Filista.» Og Dávid gjørdi, eins og Guð hevði boðið honum; og teir vunnu sigur á heri Filista frá Gibeon og alt at Gezer. Soleiðis barst ágiti Dávids út um øll lond; og Harrin læt ræðslu fyri honum koma yvir allar tjóðir.
Síðan bygdi hann sær hús í Dávidsborgini og gjørdi bústað til ørk Guðs við at reisa henni tjald. Ta ferðina segði Dávid: «Eingin má bera Guðs ørk uttan Levitarnir, tí at teir hevur Harrin útvalt til at bera Guðs ørk og til at tæna sær um ævir.» Síðan stevndi Dávid øllum Ísrael saman til Jerúsalem til tess at flyta Guðs ørk niðan á tann stað, sum hann hevði búgvið henni til. Og Dávid stevndi saman sonum Árons og Levitunum. Av Kehatitunum: Uriel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tjúgu. Av Meraritunum: Ásaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað og tjúgu. Av Gersonitunum: Jóel høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tríati. Av sonum Elizáfans: Sjemaja høvdinga og brøðrum hans, tvey hundrað. Av sonum Hebrons: Eliel høvdinga og brøðrum hans, áttati. Av sonum Uzziels: Amminadab høvdinga og brøðrum hans, eitt hundrað og tólv. Síðan sendi Dávid boð eftir prestunum Zádoki og Ebjatari og Levitunum Uriel, Ásaja, Jóel, Sjemaja, Eliel og Amminadab og segði við teir: «Tit eru ættarhøvdingar Levita; halgið tykkum nú og brøður tykkara og flytið ørk Harrans, Guðs Ísraels, niðan á tann stað, sum eg havi tilreitt henni. Av tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, hevur Harrin, Guð vár, brotið skarð í okkum, av tí at vit ikki søktu hann á rættan hátt.» Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til tess at flyta ørk Harrans, Ísraels Guðs, niðan. Og synir Levi bóru ørk Guðs á herðum sínum við stongum, eins og Móses hevði boðið eftir orði Harrans. Tínæst beyð Dávid høvdingum Levita at lata brøður sínar, sangararnar, stíga fram við ljóðførum, við hørpum, søltrum og glymskálum til tess at lata ljóma fagnaðarróm; til tess settu Levitarnir Heman Jóelsson, og av brøðrum hans Ásaf Berekjason, og av brøðrum teirra, Meraritunum, Etan Kusjajason, og við teimum brøður teirra av øðrum flokki: Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Máaseja, Mattitja, Elipelehu og Miknejáhu og duravørðirnar Óbed-Edóm og Jeiel; sangararnar Heman, Ásaf og Etan við ljómandi glymskálum, Zekarja, Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Máaseja og Benaja við háttljómandi hørpum; og Mattitja, Elipelehu, Miknejáhu, Óbed-Edóm og Jeiel skuldu skipa songinum við djúpljómandi søltrum; Kónanja, oddamaður Levitanna, skuldi skipa fyri beringini, tí at hann hevði skil á hesum. Berekja og Elkana vóru duravørðir við ørkina. Prestarnir Sjebanja, Jósjafet, Netánel, Ámasai, Zekarja, Benaja og Eliezer skuldu blása í lúðrarnar frammi fyri ørk Guðs; og Óbed-Edóm og Jehija skuldu vera duravørðir við ørkina. Síðan fóru Dávid og Ísraels elstu og túsundhøvdingarnir við fagnaði undir at flyta sáttmálaørk Harrans úr húsi Óbed-Edóms. Og við tað at Guð hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, slátraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar. Dávid var í fínari línskikkju og somuleiðis Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kónanja, sum skipaði teimum fyri, sum bóru. Dávid var eisini í línakuli. Og allur Ísrael flutti sáttmálaørk Harrans niðan við fagnaðarrópi, meðan blást varð í horn og lúðrar og glymskálir, hørpur og gígur ljómaðu. Men tá ið sáttmálaørk Harrans kom niðan móti Dávidsborgini, var Mikal, dóttir Sáuls, hyggjandi út um gluggan; og tá hon bar eyga við Dávid kong, ið hoppaði og dansaði, háðaði hon hann í hjarta sínum.
Síðan bóru teir Guðs ørk niðan og settu hana inn í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og teir ofraðu brennioffur og takkaroffur fyri ásjón Guðs. Og tá ið Dávid var liðugur at ofra brennioffur og takkaroffur, vælsignaði hann fólkið í navni Harrans og líknaði hvørjum einstøkum Ísraelita, bæði køllum og konum, ein breyðbita, eitt kjøtstykki og eina vínberjakøku. Frammi fyri ørk Harrans setti hann nakrar av Levitunum til at gera tænastu og til at takka, tigna og lova Harranum, Guði Ísraels. Ásaf var oddamaður, og honum næstur gekk Zekarja, síðan Uzziel, Sjemiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Óbed-Edóm og Jeiel við hørpum og søltrum, meðan Ásaf læt glymskálirnar glymja, og prestarnir Benaja og Jáhaziel støðugt blástu í lúðrarnar frammi fyri sáttmálaørk Guðs. Tá, á tí degi, setti Dávid á fyrsta sinni Ásaf og brøður hans til at syngja Harranum lov: Harranum lovið, ákallið navn hans, kunngerið tjóðanna millum stórverk hans! Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! Minnist á undur tey, sum hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! Tit tænarar hans, Ísraels avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! Hann, Harrin, hann er vár Guð, um allan heim ganga dómar hans, um ævir hann minnist sáttmála sín, í túsund ættarlið, tað orðið, hann gav, sáttmálan, hann gjørdi við Ábraham, og eið sín við Ísak, ið hann setti sum skipan fyri Jákup sum ævigan sáttmála fyri Ísrael, við tað at hann segði: «Tær gevi eg Kánáanland, tað skal vera arvalutur tykkara.» Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. Men ongum hann loyvdi at kúga teir, fyri teirra sakir hann revsaði kongar: «Nertið ikki hinar salvaðu mínar og gerið profetum mínum einki mein!» Syng fyri Harranum verøldin øll! Kunnger frelsu hans dag eftir dag! Sigið frá dýrd hans heidninganna millum, fólkanna millum frá undurverkum hans! Tí at mikil er Harrin og hálovaður, øgiligur er hann yvir øllum gudum, tí at allir tjóðanna gudar eru falsgudar, men Harrin hevur himinin skapað. Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og gleði í halgidómi hans. Veitið Harranum, tit fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans; nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll! Hann foldina festi, so at ikki hon vikast! Himin fegnist! Gleðist heimur! Ljóði tað heidninganna millum: «Harrin tók kongsvald!» Havið bróti, alt sum tað er! Hagin fegnist og alt tað, hann ber! Tá rópi øll trø í skóginum fagnaðarróp fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur; hann kemur jarðarríkið at døma. Harranum lovið, tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! Og sigið: Bjarga okkum, frelsunnar Guð vár; frá heidningunum savna okkum saman og frels okkum, at vit mega lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa! Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt segði: «Amen!» og «Halleluja!» Síðan læt hann Ásaf og brøður hansara verða eftir har frammi fyri sáttmálaørk Harrans til tess at gera tænastu við ørkina eftir tí, sum tørvur var á á hvørjum degi. Og Óbed-Edóm Jeditunsson og Hósa og brøður teirra, í alt seksti og átta, setti hann sum duravørðir. Men Zádok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann vera frammi fyri bústaði Guðs á offurheygnum í Gibeon til tess at frambera Harranum brennioffur á brennioffuraltarinum støðugt bæði morgun og kvøld beint eftir teirri lóg, sum Harrin hevði lagt fyri Ísrael; og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið navngreiniliga vóru útvaldir til at lova Harranum við hesum niðurlag: «Tí at miskunn hans varir um ævir!» Og teir høvdu hjá sær lúðrar og glymskálir til teirra, ið leikaðu, og ljóðføri til songir Guðs. Men synir Jedutuns vóru duravørðir. Síðan fór alt fólkið hvør heim til sín sjálvs; og Dávid snúðist heim at signa hús sítt.
Einaferð, tá ið Dávid sat heima við hús, segði hann við Nátan profet: «Sí, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk Harrans stendur undir tjalddúkum!» Nátan svaraði Dávidi: «Ger tú alt, sum hugur tín stundar á, tí at Guð er við tær!» Men somu nátt kom orð Guðs til Nátans soljóðandi: «Far og sig við Dávid, tænara mín: So sigur Harrin: Ikki tú skalt reisa mær tað hús, sum eg skal búgva í; eg havi jú ikki búð í húsi frá tí degi, eg leiddi Ísrael út og alt fram at hesum degi, men á allari ferðini búði eg í tjaldi. Havi eg nakrantíð alla ta tíð, sum eg havi gingið millum allar Ísraelsmenn, sagt við nakran av Ísraels dómarum, ið eg setti sum hirðar yvir fólki mínum: Hví reisa tit mær ikki hús av sedrisviði? Tí skalt tú siga við tænara mín Dávid: So sigur Harri herliðanna: Eg tók teg úr haganum, har tú gekst og goymdi at smalum, til tess at seta teg sum høvdinga yvir fólki mínum Ísrael; eg havi verið við tær á øllum leiðum tínum og týnt allar fíggindar tínar fyri tær; eg man gera teg navnframan sum mætastu menn á fold og geva fólki mínum Ísrael heimstað og gróðurseta tað, so at tað má búgva ekkaleyst á sínum staði, uttan at yvirgangsmenn aftur oyða tað eins og áður, sum tá ið eg setti dómarar yvir fólki mínum Ísrael; og eg skal níva allar fíggindar tínar. Tí kunngeri eg tær nú: Harrin skal reisa tær hús! Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú fert til fedra tína, tá vil eg reisa avkom títt eftir teg, ein av sonum tínum, og staðfesta kongsdømi hans. Hann skal reisa mær hús, og eg skal staðfesta hásæti hans um ævir. Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur; og miskunn mína vil eg ikki taka frá honum, eins og eg tók hana frá undanmanni tínum; og eg vil seta hann yvir húsi mínum og kongsdømi mínum um ævir, og hásæti hans skal standa fast um ævir!» Nátan flutti Dávidi øll hesi orð og segði honum frá øllum, sum hann hevði sæð. Tá fór Dávid kongur inn og dvaldist fyri ásjón Harrans og mælti: «Hvør eri eg, Harri Guð, og hvat er hús mítt, at tú hevur latið alt hetta vera mær fyri? Og tað var tær ikki nóg mikið, Guð; men tú, Harri Guð, gavst eisini fyrijáttanir um hús tænara tíns í framtíðini og lætst meg skoða komandi ættir. Men hvat kann Dávid enn við teg mæla? Tú kennir sjálvur tænara tín. Harri, fyri sakir tænara tíns og eftir vild tíni hevur tú útint alt hetta mikla verk og boðað øll hesi stórverk, Harri, eingin er javnlíki tín, og eingin er Guð uttan tú, samsvarandi øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum várum. Hvar á foldini finst eitt fólk eins og fólk títt Ísrael, fólk, sum Guð kom og loysti út og gjørdi til fólk sítt til tess at vinna sær frægdir og útinna øgilig stórverk við at reka burtur tjóðir fyri fólki sínum, sum hann loysti út úr Egyptalandi. Tú hevur grundfest fólk títt Ísrael til at vera fólk títt um ævir; og tú, Harri, ert vorðin Guð teirra. Lat nú, Harri, fyrijáttan tína um tænara tín og hús hans standa við um aldur og ævir og evna tað, sum tú hevur heitt. Tá man navn títt roynast álítandi og verða mikið um allar ævir, og ljóða skal: Harri herliðanna, Guð Ísraels, Guð yvir Ísrael! Og hús Dávids, tænara tíns, skal standa grundfest fyri ásjón tíni. Tí at tú, Guð mín, hevur birt tænara tínum, at tú vilt reisa honum hús; tí hevur tænari tín havt dirvi til at biðja hesa bøn til tín. Og nú, Harri, tú ert Guð og hevur givið tænara tínum hesa fyrijáttan. Lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so at tað má standa støðugt um allar ævir fyri ásjón tíni; tí at tað, sum tú, Harri, vælsignar, verður vælsignað um ævir!»
Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistum og kúgaði teir; og hann tók frá teimum borgina Gát og torpar hennar. Hann vá eisini Móabitar; og soleiðis gjørdust Móabitar skattskyldigir tegnar hjá Dávidi. Somuleiðis vá Dávid Hádarezer av Zóba nærindis Hámat, tá ið hann var farin út at leggja undir seg landið við Eufrat ánna. Dávid tók av honum túsund vagnar, sjey túsund reiðmenn og tjúgu túsund mans av gonguherliði og kvetti hælsinurnar á øllum rossunum uttan á hundrað, sum hann eirdi. Og tá ið Áramitar úr Dámaskus komu Hádarezeri, konginum av Zóba, til hjálpar, vá Dávid tjúgu og tvey túsund mans av Áramitum. Síðan setti Dávid landsstjórar yvir Dámaskus-Áramitum; og Áramitar vórðu skattskyldigir tegnar hjá Dávidi; soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans. Dávid tók eisini gullskildirnar, ið tænarar Hádarezers høvdu borið, og flutti teir til Jerúsalem; umframt tað tók Dávid ovurmikið kopar í Tibhat og Kun, borgum Hádarezers; av tí gjørdi Sálomon koparhavið, súlurnar og koparamboðini. Men tá ið Tóu, kongur av Hámat, frætti, at Dávid hevði vigið allan herin hjá Hádarezeri kongi av Zóba, sendi hann son sín Hádóram til Dávid kong at bera honum kvøðu og biðja gott yvir hann, fyri at hann hevði stríðst ímóti Hádarezeri og vigið hann – tí at ófriður hevði gingið á millum Tóu og Hádarezers – og við honum sendi hann alskyns gripir av gulli, silvuri og kopari. Eisini hetta halgaði Dávid kongur Harranum saman við tí silvuri og gulli, sum hann hevði tikið frá øllum hesum tjóðum: frá Edómitum, Móabitum, Ammonitum, Filistum og Ámalekitum. Og Absjai Zerujuson vá Edómitar í Saltdalinum, átjan túsund mans. Hann setti tá landsstjórar yvir Edóm, og vórðu tá allir Edómitar tegnar Dávids. Soleiðis veitti Harrin Dávidi hjálp á øllum leiðum hans. Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael og læt alt fólk sítt njóta lóg og rætt. Jóab Zerujuson var fyri herinum; Jósjafat Áhitubsson var frásagnarmeistari. Zádok Áhiludsson og Ábimelek Ebjatarsson vóru prestar, Sjavsja var ríkisritari; men Benaja Jójadason var oddamaður fyri Kretum og Pletum; og synir Dávids vóru mætastir av kongsins monnum.
Nakað eftir hetta doyði Náhasj, kongur Ammonita, og sonur hansara Hánun tók ríkið eftir hann. Tá hugsaði Dávid: «Eg vil sýna Hánuni Náhasjsyni blíðskap, tí at faðir hansara sýndi mær blíðskap.» Síðan sendi Dávid ørindrekar at ugga hann eftir lívlát faðirs hans. Men tá ið tænarar Dávids vóru komnir inn í land Ammonita til Hánuns til tess at ugga hann, tá søgdu høvdingar Ammonita við Hánun: «Heldur tú, at tað er til at heiðra faðir tín, at Dávid sendir menn at ugga teg? Man tað ikki vera til tess at njósna og týna og kanna landið, at tænarar Dávids eru komnir til tín?» Tá tók Hánun tænarar Dávids, rakaði teimum og skar helmingin av klæðum teirra burtur alt at klovinum og sendi teir síðan burtur. Tá ið Dávid frætti, hvussu menninir vóru viðfarnir, sendi hann sendiboð ímóti teimum, tí at menninir vóru illa skemdir; og kongurin læt siga: «Verðið verandi í Jeriko, til skegg tykkara er afturvaksið og komið síðan heim aftur!» Men tá ið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa toknaðar av Dávidi, tá sendi Hánun og Ammonitar túsund talentir av silvuri til tess at leiga sær vagnar og reiðmenn úr Áram-Náharáim, úr Áram-Máaka og úr Zóba. Og teir leigaðu sær tríati og tvey túsund hervagnar og kongin av Máaka við øllum monnum sínum; hesir komu og settu herbúðir sínar við Medeba; tessámillum høvdu Ammonitar savnað seg úr borgum sínum og hildu í bardagan. Tá ið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum kappaherliðinum. Ammonitar løgdu nú út og tóku at fylkja seg til bardaga fyri uttan borgarliðið, meðan kongarnir, ið komnir vóru, stóðu einsæris úti á víðavangi. Men tá ið Jóab sá, at ófriður gekk á hann bæði á baki og fyri framman, tá valdi hann út av Ísrael allar hinar reystastu og búði seg til bardaga við Áramitar. Hitt herliðið fekk hann Absjai, bróður sínum; og teir búðu seg til bardaga við Ammonitar. Og Jóab mælti: «Um Áramitar bera yvirluta yvir meg, skalt tú koma mær til hjálpar; og um Ammonitar bera yvirluta yvir teg, tá skal eg koma tær til hjálpar. Ver nú reystur og verjum vær manniliga fólk várt og borgir Guðs várs – og geri tá Harrin tað, sum honum líkar!» Síðan legði Jóab við monnum sínum til orrustu við Áramitar; og teir flýddu undan honum. Og tá ið Ammonitar sóu, at Áramitar flýddu undan Jóabi, flýddu eisini teir undan Absjai, bróður hans, og hildu inn í borgina. Síðan kom Jóab aftur til Jerúsalem. Men tá ið Áramitar sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, sendu teir ørindrekar avstað til at fáa Áramitar, sum búðu hinumegin ánna, út í hernað við Sjófak herhøvdinga Hádarezers á odda. Men tá ið Dávid frætti hetta, savnaði hann allan Ísrael saman, fór yvir um Jórdan og kom til Helam; og har búði hann seg til bardaga við Áramitar, og har løgdu teir til orrustu við hann. Men Áramitar flýddu fyri Ísrael; og Dávid jarðlegði sjey túsund vagnhestar og fjøruti túsund mans av gonguherfólki, og eisini vá hann Sjófak herhøvdinga. Tá ið menn Hádarezers sóu, at teir høvdu lútað fyri Ísrael, bundu teir frið við Dávid og tæntu honum; eftir hetta vildu Áramitar ikki aftur veita Ammonitum hjálp.
Árið eftir um tað leitið, tá ið kongar fara í hernað, legði Jóab út við valdramannaherliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom og kringsetti borgina Rabba, meðan Dávid sat heima í Jerúsalem; og Jóab vá Rabba og breyt hana niður. Og Dávid tók krúnu Milkoms av høvdi hans og komst eftir, at hon vá eina talent í gulli; og á henni var dýrur steinur. Dávid setti hana á høvur sítt og flutti almiklan herfong burtur úr borgini. Hann flutti eisini fólkið burtur, ið har var, og setti tey við sagirnar, jarnstengurnar og øksirnar; og soleiðis fór Dávid við øllum borgum Ammonita. Síðan snúðist Dávid og allur herurin aftur til Jerúsalem. Seinni barst aftur bardagi á móti Filistum í Gezer; Sibbekai Husjatiti jarðlegði tá Sippai, sum var av Ráfaættini; og teir vórðu við undirlutan. Uppaftur barst á bardagi við Filistar. Elhanan Jáirsson jarðlegði tá Lámi, bróður Góliats Gátita, hvørs spjótstong var eins og rivur. Uppaftur barst á bardagi í Gát; har var yvirvaksin maður við seks fingrum á hvørjari hond og seks tóm á hvørjum fóti, tjúgu og fýra í alt; eisini hann var av Refaitum. Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Sjimea, bróður Dávids, jarðlegði hann. Hesir vóru komnir av Refaitum í Gát; og teir vórðu vignir av Dávidi og monnum hans.
Tá ið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, setti hann son sín Sálomon sum kong yvir Ísrael. Og hann stevndi saman øllum høvdingum Ísraels, prestunum og Levitunum. Levitarnir frá tríati ára aldri og haðan eldri vórðu taldir; og var tal teirra alt tilsamans tríati og átta túsund menn. «Av hesum,» segði hann, «skulu tjúgu og fýra túsund vera fyri verkum við hús Harrans, og seks túsund vera umsjónarmenn og dómarar; fýra túsund skulu vera duravørðir, og fýra túsund lova Harranum við ljóðførum teimum, ið eg havi gjørt til at lovsyngja við.» Og Dávid skifti teir sundur í flokkar eftir Levisonum, Gersjon, Kehat og Merari. Av Gersjonitum vóru Ládan og Sjimei. Synir Ládans: Jehiel, sum var oddamaður, Zetam og Jóel, tríggir í alt. Synir Sjimei: Sjelomit, Háziel og Háran; hesir tríggir vóru ættarhøvdingar Ládansættar. Synir Sjimei: Jáhat, Ziza, Jeusj og Beria; hesir fýra vóru synir Sjimei. Jáhat var oddamaður og Ziza næstur; men Jeusj og Beria áttu ikki nógvar synir, so at teir taldust ein ætt, ein embætisflokkur. Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel, fýra í alt. Synir Amrams: Áron og Móses. Men Áron varð saman við sonum sínum fráskilaður hinum til at verða vígdur sum háheilagur um allar ævir, til tess at teir skuldu kynda offureld frammi fyri Harranum, tæna honum og vælsigna í navni hans um aldur og ævir. Men synirnir hjá tí Guðsmanni Mósesi taldust upp í Levi ætt. Synir Mósesar: Gersjom og Eliezar. Synir Gersjoms: Sjúbael, ið var oddamaður. Synir Eliezars: Rehabja, sum var oddamaður; aðrar synir átti Eliezar ikki; men synir Rehabja vóru fjølmargir. Synir Jizhars: Sjelomit, sum var oddamaður. Synir Hebrons: Jerija, sum var oddamaður, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam. Synir Uzziels: Mika, sum var oddamaður, og annar Jissjija. Synir Merari: Máli og Musji. Synir Máli: Eleazar og Kisj. Eleazar átti ongar synir, tá ið hann doyði, einans døtur, og frændur teirra, synir Kisj, tóku tær til konu. Synir Musji: Máli, Eder og Jeremot, tríggir í alt. Hesir vóru synir Levi eftir ættarfólki teirra, ættarhøvdingarnir, ið kannaðir vóru við navnateljing eftir høvdum teirra, teir, sum høvdu tænastustørv í húsi Harrans, tjúgu ára gamlir og haðan eldri. Tí at Dávid hugsaði: «Harrin, Guð Ísraels, hevur nú givið fólki sínum hvílu og tikið upp bústað sín í Jerúsalem um ævir. Levitunum tørvar tí ikki longur at bera tjaldtemplið og tænastuamboð tess. Eftir síðstu formælum Dávids vórðu teir Levitar taldir, ið vóru tjúgu ára gamlir og haðan eldri. Men starv teirra skal vera at hjálpa sonum Árons við tænastuni í húsi Harrans, í forgørðum og herbergum og við at reinsa allar halgilutir og starva við øllum, ið er at gera í húsi Guðs; teir skulu stíla fyri sýnisbreyðum og mjøli til grónoffurs, hinum ósúrgaðu køkunum, pannuni og deignum og øllum rúmmátum og longdarmátum og hvønn morgun ganga fram til at tigna og lovsyngja Harranum og somuleiðis um kvøldið og hvørja ferð, tá ið brennioffur verða ofrað Harranum á hvíludøgum, tendringardøgum og á hátíðunum, so nógvir í tali, sum teimum er tilskilað at standa ísenn fyri ásjón Harrans. Soleiðis skulu teir hava í varðveitslu alt tað, sum er at gera við samfundartjaldið og við tað heilaga og hjálpa brøðrum sínum, sonum Árons, við tænastuni í húsi Harrans.
Synir Árons, skiftir sundur í flokkar, vóru Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. Men Nádab og Ábihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, og soleiðis fingu Eleazar og Ítámar prestadømið. Saman við Zádoki av sonum Eleazars og Áhimeleki av sonum Ítámars skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra. Men tá ið tað kom í ljós, at synir Eleazars høvdu fleiri yvirmenn enn synir Ítámars, vórðu teir soleiðis sundurskiftir, at synir Eleazars fingu sekstan ættarhøvdingar og synir Ítámars átta. Og teir skiftu báðar flokkarnar sundur við lutkasti; tí at bæði av sonum Eleazars og sonum Ítámars vórðu heilagir høvdingar og Guðshøvdingar valdir. Ríkisritarin Sjemaja Netánelsson, ein av Levitunum, skrásetti teir, meðan kongur var hjá og høvdingarnir Zádok prestur, Áhimelek Ebjatarsson og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna; hvørja ferð ein ætt av Ítámari varð frátikin, vórðu tvær ættir av Eleazari frátiknar. Fyrsti luturin fell á Jójarib, annar á Jedaja, triði á Hárim, fjórði á Seorim, fimti á Malkija, sætti á Mijjamin, sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Ábija, níggjundi á Jesjua, tíggjundi á Sjekanja, ellivti á Eljasjib, tólvti á Jákim, trettandi á Huppa, fjúrtandi á Jisjbáal, fimtandi á Bilga, sekstandi á Immer, seytjandi á Hezir, átjandi á Happizzez, nítjandi á Petaja, tjúgundi á Jehezkel, tjúgundi og fyrsti á Jákin, tjúgundi og annar á Gámul, tjúgundi og triði á Delaja, tjúgundi og fjórði á Máazja. Hetta var tann skipan, sum teir skuldu gera tænastu eftir, tá ið teir gingu inn í Guðs hús, eins og Áron, ættarfaðir teirra, hevði fyriskipað samsvarandi tí, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði boðið honum. Viðvíkjandi hinum Levitunum var Sjúbael ein av eftirkomarum Amrams og Jedeja ein av eftirkomarum Sjúbaels; av sonum Rehabja var Jissjija høvdingi, av Jizharitunum Sjelomot, av sonum Sjelomots Jáhat. Synir Hebrons: Fyrsti Jerija høvdingi, annar Ámarja, triði Uzziel, fjórði Jekámeam. Av sonum Uzziels: Mika, av sonum Mika Sjámir; bróðir Mika Jissjija; av sonum Jissjija Zekarja. Synir Merari: Máli, Musji og synir Jáasija sonar hans. Synir Uzzia Merarisonar: Sjóham, Zakkur og Ibri. Av Máli var Eleazar komin; hann átti ongar synir, og Kisj; ein av sonunum hjá Kisj var Jerameel. Synir Musji: Máli, Eder og Jerimot. Hesir vóru eftirkomarar Levitanna eftir ættum teirra. Eisini teir kastaðu lut eins og frændur teirra synir Árons, meðan Dávid kongur var hjá og Zádok og Áhimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna, ættarhøvdingarnir eins og yngru frændur teirra.
Dávid og herhøvdingarnir tóku síðan frá til tænastuna synirnar hjá Ásafi, Hemani og Jedutuni, sum leiktu á sittarum, hørpum og søltrum av profetiskum móði. Og talið á teimum monnum, ið høvdu hetta tænastustarv, var: Av sonum Ásafs: Zakkur, Jósef, Netanja og Ásarela; synir Ásaf við Ásafi á odda, sum leikti av profetiskum móði eftir forsøgn kongsins. Av Jedutuni: Synir Jedutuns: Gedalja, Jizri, Jesjaja, Sjimei, Hásjabja, Mattitja, seks í alt, við faðir sínum Jedutun á odda, sum leikti á sittara av profetiskum móði, tá ið lovsangir og takkarljóð vórðu sungin fyri Harranum. Av Hemani: Synir Hemans: Bukkija, Mattanja, Uzziel, Sjúbael, Jerimot, Hánanja, Hánáni, Eliata, Giddalti, Rómamti-Ezer, Jósjbekasja, Mallóti, Hótir og Máháziot. Allir hesir vóru synir Hemans, ið var síggjari kongs í orði Guðs; til tess at hevja horn hans gav Guð honum fjúrtan synir og tríggjar døtur. Allir hesir skipaðu songin við faðir teirra á odda í húsi Guðs við søltrum, hørpum og sittarum. Soleiðis gjørdu teir tænastu í húsi Guðs, meðan kongur, Ásaf, Jedutun og Heman løgdu teimum lag á. Og talið á teimum saman við brøðrum teirra, sum lært høvdu at syngja fyri Harranum, var í alt tvey hundrað og áttati og átta alkønir menn. Og teir kastaðu lut um, hvat ið hvør skuldi hava umsjón við, bæði yngri og eldri, kennarar og lærusveinar. Fyrsti luturin fell á Jósef, hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali. Annar luturin fell á Gedalja, á hann sjálvan, brøður hans og synir, tólv í tali; triði á Zakkur, synir hans og brøður, tólv í tali; fjórði á Jizri, á synir hans og brøður, tólv í tali; fimti á Netanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; sætti á Bukkija, á synir hans og brøður, tólv í tali; sjeyndi á Jesarela, á synir hans og brøður, tólv í tali; áttandi á Jesjaja, á synir hans og brøður, tólv í tali; níggjundi á Mattanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; tíggjundi á Sjimei, á synir hans og brøður, tólv í tali; ellivti á Ázarel, á synir hans og brøður, tólv í tali; tólvti á Hasjabja, á synir hans og brøður, tólv í tali; trettandi á Sjúbael, á synir hans og brøður, tólv í tali; fjúrtandi á Mattitja, á synir hans og brøður, tólv í tali; fimtandi á Jeremot, á synir hans og brøður, tólv í tali; sekstandi á Hánanja, á synir hans og brøður, tólv í tali; seytjandi á Jósjbekasja, á synir hans og brøður, tólv í tali; átjandi á Hánani, á synir hans og brøður, tólv í tali; nítjandi á Malloti, á synir hans og brøður, tólv í tali; tjúgundi á Eliata, á synir hans og brøður, tólv í tali; tjúgundi og fyrsti á Hótir, á synir hans og brøður, tólv í tali; tjúgundi og annar á Giddalti, á synir hans og brøður, tólv í tali; tjúgundi og triði á Máháziot, á synir hans og brøður, tólv í tali; tjúgundi og fjórði á Rómamti-Ezer, á synir hans og brøður, tólv í tali.
Flokkarnir, ið skiftust at vera duravørðir, vóru av Kóraitum: Mesjelemja Kóreson av Ábiasafs sonum. Synir Mesjelemja vóru: Zekarja hin frumgitni, annar Jediael, triði Zebadja, fjórði Jatniel, fimti Elam, sætti Jóhanan, sjeyndi Eljóenai. Synir Óbed-Edóms vóru: Sjemaja hin frumgitni, annar Józabad, triði Jóa, fjórði Sákar, fimti Netánel, sætti Ammiel, sjeyndi Issakar og áttandi Peultai; tí Guð hevði vælsignað hann. Sonur hans, Sjemaja átti synir, ið ráddu fyri sínum ættarflokkum, av tí at teir vóru av mætastu monnum. Synir Sjemaja vóru: Otni, Refael, Óbed, Elzabad og brøður hans, reystir menn, Elihu og Semakja. Allir hesir vóru ættaðir frá Óbed-Edóm, teir og synir og brøður teirra tiltiknir til styrki og dugandi í tænastuni, í alt seksti og tveir av Óbed-Edóms ætt. Mesjelemja átti eisini synir og brøður, dugandi menn, átjan í alt. Hósa, ein av sonum Merari, átti synir: Sjimri høvdingi – tí tó at hann ikki var frumgitin, gjørdi faðir hans hann til høvdinga – annar Hilkia, triði Tebalja, fjórði Zekarja; allir synir og brøður Hósa vóru trettan í tali. Hesir flokkar, sum skiftust at vera duravørðir, tað er: oddamenninir, fingu nú saman við brøðrum sínum tænastustørv í húsi Harrans. Og teir kastaðu lut um hvørt liðið, bæði hin minsti og hin størsti, eftir ættarbólkum sínum. Lutkastið um eysturliðið fell á Sjelemja; eisini kastaðu teir lut fyri Zekarja, son hans, ein vitugur ráðgevi, og luturin fell á norðurliðið. Fyri Óbed-Edóm fell luturin á suðurliðið og fyri synir hans á goymsluhúsið. Og fyri Hósa fell luturin á vesturliðið og á Sjalleketliðið, har vegurin liggur niðaneftir, varðstøð við varðstøð. Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðuri dagliga fýra, móti suðuri dagliga fýra og við hvørt goymsluhúsið tveir. Við Parbar móti vestri stóðu fýra fram við vegnum og tveir við Parbar. Hesir vóru teir flokkar av Kórasonum og Merarisonum, ið skiftust at vera duravørðir. Levitarnir, frændur teirra, vóru fyri fægoymslunum í húsi Guðs og fyri halgigávugoymslunum. Synir Ládans, tað er Gersjonitarnir av Ládans ætt, høvdingarnir fyri ættarbólki Ládans Gersjonita, vóru Jehielitarnir. Jehielitasynirnir Zetam og bróðir hans Jóel høvdu umsjón við fægoymslunum í húsi Guðs. Um Amramitar, Jizharitar, Hebronitar og Ásielitar er at siga, at Sjúbael Gersjomsson Mósesonar var yvirumsjónarmaður yvir fægoymslunum; frændur hans av Eleazars ætt vóru Rehabja Eleazarsson, sonur hansara Jesjaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Sjelomit. Hesin Sjelomit og frændur hans høvdu umsjón við øllum teimum halgigávufægripum, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og herhøvdingarnir høvdu halgað – av tí herfongi, sum tikin var í bardøgum, høvdu teir halgað tað til umvælingar av húsi Harrans – og við øllum tí, sum Sámuel síggjari, Sául Kisjson, Ábner Nersson og Jóab Zerujuson høvdu halgað; alt tað, sum halgað varð, høvdu Sjelomit og frændur hans undir hond. Av Jizharitunum vóru Kónanja og synir hans valdir til at starva úti um Ísrael sum tilsjónarmenn og dómarar. Av Hebronitunum stóðu Hásjabja og synir hans, seytjan hundrað dugandi menn, fyri øllum stjórnarstørvum í Ísrael fyri vestan Jórdan, í øllum viðvíkjandi stjórnarstørvum Harrans og tænastu kongs. Ein av Hebronitunum og oddamaður teirra var Jerija, eftir ætt og kynslóð teirra; á fjørutiunda ríkisári Dávids vórðu teir kannaðir, og funnust millum teirra mætir menn í Jázer í Gilead – og brøður hansara, tvey túsund og sjey hundrað fráskila góðir ættarhøvdingar, teir setti Dávid kongur yvir Rubenitunum, Gáditunum og hálvari Manasse ætt til tess at greiða øll málevni Guðs og kongs.
Ísraelsmenn eftir tali teirra, ættarhøvdingarnir, túsundhøvdingarnir, hundraðhøvdingarnir og tilsjónarmenninir, ið tæntu kongi í øllum viðvíkjandi flokkunum, ið skiftu hvønn mánað alt árið íkring, í hvørjum flokkinum vóru tjúgu og fýra túsund mans: Fyri fyrsta flokkinum tann fyrsta mánaðin stóð Ísjbáal, sonur Zabdiels – í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans – av eftirkomarum Perezar yvirherhøvdinga; tað var fyrsti mánaður. Fyri flokkinum í øðrum mánaði stóð Eleazar Áhóhiti, sonur Dódai; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans. Triði herhøvdingin, fyri triðja mánaðinum, var Benaja, sonur Jójada høvuðsprests; í hansara flokki vóru tjúgu og fýra túsund mans. Hesin Benaja var hetjan millum hinar tríati og á odda fyri teimum tríati; fyri flokki hans var Ammizabad, sonur hans. Fjórði var Ásahel, bróðir Jóabs, fyri fjórða mánaðinum, og eftir hann sonur hans Zebadja; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Fimti var herhøvdingin Sjamhut Zeraiti, fyri fimta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Sætti var Ira Ikkesjson úr Tekóa, fyri sætta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Sjeyndi var Helez Peloniti av Efraims ætt, fyri sjeynda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Áttandi var Sibbekai Husjatiti av Zera ætt, fyri áttanda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Níggjundi var Ábiezer úr Ánatot av Benjamins ætt, fyri níggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Tíggjundi var Máharai úr Netofa av Zera ætt, fyri tíggjunda mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Ellivti var Benaja úr Pireaton av Efraims ætt, fyri ellivta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Tólvti var Heldai úr Netofa av Otniels ætt, fyri tólvta mánaðinum; í flokki hans vóru tjúgu og fýra túsund mans. Á odda fyri Ísraels ættum vóru hesir: Eliezer Zikrison var høvdingi fyri Rubenitum, fyri Símeonitum Sjefatja Máakason; fyri Levi Hásjabja Kemúelsson, fyri Áron Zádok; fyri Júda Eliab, ein av Dávids brøðrum; fyri Issakar Omri Mikaelsson; fyri Zebulon Jisjmaja Óbadjason; fyri Naftali Jerimot Azrielsson; fyri Efraim Hósea Ázazjason; fyri øðrum helmingi av Manasse Jóel Pedajason; fyri hinum helminginum av Manasse í Gilead Jiddo Zekarjason; fyri Benjamin Jáasiel Ábnersson; fyri Dán Ázarel Jeróhamsson. Hesir vóru høvdingar fyri Ísraels ættum. Men Dávid læt ikki telja teir, sum enn ikki vóru tjúgu ára gamlir, tí at Harrin hevði heitt at gera Ísrael fjølment sum stjørnurnar á himni. Jóab Zerujuson var farin undir at telja fólkið, men fullførdi tað ikki, tí at mikil vreiði kom av hesum yvir Ísrael; og talið varð ikki skrásett í árbøkurnar hjá Dávidi kongi. Azmavet Ádielsson hevði umsjón við fægoymslum kongs; og Jónatan Uzziason við fægoymslunum úti um landið í borgunum og bygdunum og í hervirkjunum. Ezri Kelubsson hevði umsjón við jarðyrkismonnunum, ið starvaðu við jørðina. Sjimei úr Ráma við víngørðunum; Zabdi Sjifmiti við víngoymslunum í víngørðunum. Báal-Hánan úr Geder við oljutrøunum og morberjatrøunum á láglandinum og Jóasj við oljugoymsluni. Sjitrai Sároniti við neytunum, ið gingu á Sáron, Sjáfat Adlaison við neytunum, sum gingu í dølunum. Óbil Ísmaeliti við kamelunum, Jedija úr Meronot við øsnunum. Jáziz Hagriti við smalunum. Allir hesir høvdu umsjón við ognunum hjá Dávidi kongi. Jónatan, faðirbróðir Dávids, var ráðgevi; hann var vitur og skriftlærdur maður. Jehiel Hakmonison aldi upp synir kongs. Ákitofel var ráðgevi kongs og Husjai Arkiti vinur kongs. Eftir Ákitofel kom Jójada Benajason og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongs.
Síðan stevndi Dávid til Jerúsalem øllum høvdingum Ísraels, høvdingunum fyri ættargreinunum og fyri flokkunum, sum vóru í kongsins tænastu, og túsundhøvdingunum og hundraðhøvdingunum og øllum teimum, ið ráddu yvir ognum og fenaði hjá kongi og sonum hans; og somuleiðis hirðmonnunum, hetjunum og øllum dugandi monnum. Og Dávid kongur fór á føtur og tók til orða: «Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt og forgarðar mínar; tí at hann havi eg kosið til at vera son mín, og eg skal vera honum faðir. Og eg vil grundfesta kognsdømi hans um allar ævir, um hann støðugt vil halda míni boð og lógir mínar eins og nú. Og nú sigi eg frammi fyri øllum Ísrael, savnaði Harrans, í áhoyrn Guðs várs: Varðveitið við áhuga øll boðorð Harrans, Guðs tykkara, so at tit mega eiga hetta frálíka landið og lata børn tykkara eftir tykkum fáa tað í arv um allar ævir! Og tú, Sálomon sonur mín, hav kunnleika um Guð faðirs tíns og tæn honum av heilum hjarta og fúsum huga; tí at Harrin rannsakar øll hjørtu og skynir hugrenningar. Um tú søkir Harran, vil hann lata teg finna seg, men havnar tú honum, tá sigur hann teg ævinliga burtur. Varnast nú; tí at Harrin hevur útvalt teg til at byggja halgidómshúsið; far nú við góðum treysti undir at byggja!» Síðan fekk Dávid Sálomoni syni sínum fyrimyndina til forsalin og herbergini, til gripagoymslurnar, loftsherbergini, innherbergini og arkarherbergið, og fyrimynd til alt tað, sum honum var í huga: til forgarðar, hús Harrans, til herbergini alt íkring, fæhirðslurnar í húsi Harrans og halgigávugoymslurnar, somuleiðis forskriftir um flokkar prestanna og Levitanna, um øll tænastustørv í húsi Harrans og um øll amboð, ið skuldu nýtast við tænastuna í húsi Harrans, um gullið, hvussu nógv av gulli skuldi fara til øll tey amboð, sum nýtt vórðu við tænastuna, og hvussu nógv av silvuri skuldi fara til øll silvuramboð, sum nýtt vórðu við tænastuna; framvegis um vektina á gullljósastøkunum og gulllampunum, sum á teimum vóru, vektina á hvørjum einstøkum ljósastaka og lampum hans, um silvurljósastakarnar, um vektina á hvørjum einstøkum ljósastaka eftir tí, sum hvør ljósastakin var ætlaður til, somuleiðis vektina á gullinum á hvørjum sýnisbreyðaborði og á silvurinum á silvurborðunum og um soðkrókarnar, offurbollarnar og køskirnar av reinum gulli; um gullsteypini, vektina á hvørjum steypi, um silvursteypini, vektina á hvørjum steypi, framvegis um roykilsisaltarið av reinum gulli eftir vekt og fyrimynd til vagnin og gullkerúbarnar, ið hyljandi breiddu út veingir sínar yvir sáttmálaørk Harrans. «Alt hetta stendur í riti av hond Harrans; hann hevur givið mær kunnleika um fyrimyndina til alt tað, sum eigur at verða gjørt.» Síðan segði Dávid við Sálomon, son sín: «Ver nú reystur og far við góðum treysti undir verkið, óttast ikki og lat ikki hugin falla, tí at Harrin, Guð mín, vil vera við tær; hann man ikki sleppa tær av hondini og ikki fara frá tær, til alt er liðugt, sum er at gera við hús Harrans. Og her eru flokkar prestanna og Levitanna búnir til alskyns tænastu í húsi Guðs, og hjá tær hevur tú alskyns hagleiksmenn, ið eru fúsir til øll størv; eisini vilja høvdingarnir og fólkið gera alt, sum tú sigur.»
Sálomon Dávidsson festist nú í kongsdømi sínum, og Harrin, Guð hans, var við honum og gjørdi hann ovurmáttugan. Og Sálomon læt boð fara um allan Ísrael til túsundhøvdingarnar og hundraðhøvdingarnar og dómararnar, til oddamenninar í øllum Ísrael og til ættarhøvdingarnar, og fylgdur av øllum savnaðinum fór hann niðan á offurheyggin í Gibeon, tí at har var samfundartjald Guðs, tað sum Móses, tænari Harrans, hevði gjørt í oyðimørkini. Men Guðs ørk hevði Dávid flutt niðan úr Kirjat-Jearim á tann stað, sum hann hevði búgvið henni til, við tað at hann hevði reist henni tjaldbúð í Jerúsalem. Koparaltarið, sum Bezalel Urison Hurssonar hevði gjørt, stóð har frammi fyri bústaði Harrans, og Sálomon og savnaðurin søktu hann har. Síðan ofraði Sálomon har fyri ásjón Harrans á koparaltari samfundartjaldsins, og hann ofraði á tí túsund brennioffur. Somu nátt birtist Guð fyri Sálomoni og segði við hann: «Bið um eitthvørt, og eg skal geva tær tað!» Sálomon svaraði Guði: «Tú hevur eyðsýnt Dávidi, faðir mínum, mikla miskunn og gjørt meg til kong eftir hann. Lat tá, Harri Guð, orð tíni til Dávids faðirs míns standa við, tí at tú hevur gjørt meg til kong yvir tjóð, sum er fjølment eins og dustið á jørðini. Gev mær tí fróðskap og vitsku, so at eg má leiðbeina hetta fólk, tí at hvør er førur fyri at døma hetta títt mikla fólk?» Tá mælti Guð við Sálomon: «Fyri at tú hugsaði soleiðis og ikki baðst um ríkidømi, ognir og heiður ella um lív teirra, sum hata teg, ikki heldur um langt lív, men um fróðskap og vitsku til at døma fólk mítt, sum eg havi gjørt teg til kong yvir, so skalt tú fáa bæði fróðskap og vitsku, men eisini ríkidømi, ognir og heiður skal eg geva tær, meira enn nakar kongur undan tær hevur havt, og meira enn nakar eftir teg skal hava.» Síðan helt Sálomon niður av offurheygnum í Gibeon, frá samfundartjaldinum aftur til Jerúsalem; og hann var kongur yvir Ísrael. Sálomon fekk sær hervagnar og reiðmenn, og hevði hann fjúrtan hundrað hervagnar og tólv túsund reiðmenn; summar teirra læt hann vera í vagnborgum, og summar hevði hann hjá sær í Jerúsalem. Kongurin gjørdi silvur og gull eins algongt í Jerúsalem og grót, og sedristrøini eins og morberjatrøini á láglendinum. Ross síni fekk Sálomon úr Mizráim og Kove. Keypmenn kongs komu við teimum fyri ásett virði. Og hvør hervagnur, sum teir fluttu út úr Mizráim, kostaði seks hundrað siklar av silvuri, og hvørt ross hundrað og fimmti; soleiðis vórðu eisini við teirra millumgongu ross seld til allar kongar Hetita og Áramita.
Sálomon fekk nú hug til at byggja navni Harrans hús og sjálvum sær kongshøll, og tessvegna búði Sálomon út sjeyti túsund burðarmonnum og áttati túsund monnum til at høgga grót úr fjøllunum; og yvir teimum setti hann trý túsund og seks hundrað umsjónarmenn. Og Sálomon sendi Hurami kongi av Týrus hesi boð: «Ver móti mær, sum tú vart móti Dávidi, faðir mínum, honum, sum tú sendi sedrisvið, so at hann fekk bygt sær høll at búgva í. Eg ætli nú at byggja navni Harrans, Guðs míns, tempul og vil halga honum tað til tess at kveikja har fyri ásjón hans yndisangandi roykilsi, til altíð at hava sýnisbreyðini frammi og morgun og kvøld at frambera brennioffur á hvíludøgum og tendringardøgum og á hátíðardøgum Harrans, Guðs várs, soleiðis sum tað er skylda Ísraels um allar ævir. Húsið, sum eg vil bygga, skal vera stórt, tí at Guð vár er størri enn allir aðrir gudar. Ja, hvør er førur fyri at byggja honum hús? Tí at himinin og himnanna himnar taka hann ikki; hvør eri tá eg, at eg skal reisa honum hús – um ikki tað er til tess at kveikja roykilsi fyri ásjón hans. Send mær nú mann, sum er kønur í at smíða úr gulli, silvuri, kopari og jarni og til at virka burtur úr reyðum purpuri, skarlaki og bláum purpuri og væl dugir at skera út, at hann kann starva saman við teimum hagleiksmonnum, sum eru her hjá mær í Júda og Jerúsalem, og sum Dávid, faðir mín, fekk til vegar. Send mær eisini sedrisvið og syprisvið og sandelvið frá Libanon, tí at eg veit, at menn tínir væl kunnu at høgga trø á Libanon; menn mínir skulu tá starva saman við tínum. Men mær er tørvur á nógvum viði, tí húsið, sum eg ætli at byggja, skal vera bæði stórt og undursamt. Men monnunum frá tær, sum trøini høgga, vil eg geva í matarvist tjúgu túsund kor av hveiti, tjúgu túsund kor av byggi, tjúgu túsund bat av víni og tjúgu túsund bat av olju.» Huram kongur av Týrus svaraði við brævi, sum hann sendi Sálomoni: «Av tí at Harrin elskar fólk sítt, hevur hann gjørt teg til kong yvir tí!» Og Huram legði afturat: «Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, sum skapað hevur himin og jørð, at hann hevur givið Dávidi kongi so vitran og hygnan son, sum er førur fyri at byggja Harranum tempul og sjálvum sær kongshøll. Her sendi eg tær kønan og skilagóðan mann, Huram-Ábi. Móðir hansara er av Dáns ætt, men faðir hansara Týrusmaður; hann kann at smíða bæði úr gulli og silvuri, kopari, jarni, gróti og træi og virka burtur úr reyðum og bláum purpuri, egyptiskum líni og skarlaki, og hann er kønur í útskurði og kann fullføra hvørt eitt listasmíð, sum honum verður litið til; saman við listasmiðum tínum og hagleiksmonnum harra míns, Dávids, faðirs tíns, skal hann starva. Sendi tí harri mín trælum sínum hveitina, byggið, oljuna og vínið, sum hann talaði um. So skulum vær høgga øll tey trø á Libanon, sum tær er tørvur á, og senda tær tey í flaka eftir havinum til Jáfo; men haðan mást tú sjálvur flyta tey til Jerúsalem.» Sálomon læt nú telja allar útlendskar menn, sum vóru í Ísraels landi – longu áður hevði Dávid, faðir hans, latið teir telja – og royndist tal teirra at vera eitt hundrað og fimmti og trý túsund og seks hundrað. Av hesum hevði hann sjeyti túsund til at bera, áttati túsund til at høgga grót í fjøllunum og trý túsund og seks hundrað sum umsjónarmenn til at halda fólki til vinnu.
Síðan fór Sálomon undir at byggja hús Harrans í Jerúsalem á Moriafjalli, har sum Harrin hevði birtst fyri Dávidi, faðir hans, á staði tí, sum Dávid hevði búgvið til, á treskivølli Ornans Jebusita. Og hann byrjaði at byggja í øðrum mánaði á fjórða ríkisári sínum. Og grundvøllurin, sum Sálomon legði til at byggja hús Guðs á, var seksti alnir langur eftir fornum máti og tjúgu alnir breiður. Og forsalurin fyri framman tempulhúsið var tjúgu alnir breiður samsvarandi breidd tempulsins og tjúgu alnir háur; og hann legði hann innan við skírum gulli. Aðalhúsið bróstaði hann við syprisborðum, og eisini tað legði hann við skírum gulli og prýddi tað við pálmum og blómukransum. Framvegis setti hann húsið við dýrum steinum til prýðis; og gullið var Parváimgull. Og hann legði húsið, bjálkar, gáttir, bróst og hurðar við gulli og læt kerúbar skera út á bróstinum. Hann gjørdi eisini hitt alraheilagasta; longd tess tvørtur við templinum var tjúgu alnir og breiddin tjúgu alnir; hann legði tað við skírum gulli, sum vá seks hundrað talentir. Naglarnir vógu fimmti siklar í gulli; eisini loftsherbergini legði hann við gulli. Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir hagliga útskornar kerúbar og legði teir við gulli. Veingirnir á kerúbunum vóru tilsamans tjúgu alnir langir; annar vongurin á øðrum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, nart við veingin á hinum kerúbinum, og annar vongurin á hinum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, var áfastur við veingin á hinum kerúbinum. Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum – fult útbreiddir – tjúgu alnir; teir stóðu upprættir við andlitunum inneftir. Og hann gjørdi fortjaldið av bláum og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og prýddi tað við kerúbum. Hann gjørdi tvær súlur til at standa fyri framman templið; tær vóru tríati og fimm alnir háar, og súlnahøvdið oman á hvørjari var fimm alnir. Síðan gjørdi hann heingikransar eins og hálsfesti, sum hann hongdi upp á súlnahøvdini, og setti hundrað granatepli á heingikransarnar. Hesar súlur reisti hann fyri framman templið, aðra høgrumegin og hina vinstrumegin. Høgru súluna nevndi hann Jákin og hina vinstru Bóaz.
Síðan gjørdi hann altar av kopari, tjúgu alnir langt, tjúgu alnir breitt og tíggju alnir hátt. Somuleiðis gjørdi hann hitt stoypta havið, sum var tíggju alnir frá trom til trom og runt; fimm alnir var tað djúpt, og tríati alnir langt band lá kring alla tromina. Niðri undir tromini allan vegin íkring vóru myndir av oksum, ið rukku kring alt havið, tíggju á hvørji alin; hesar myndir sótu í tvinnanda røðum, stoyptar úr einum saman við havinum. Tað stóð á tólv oksum; av teimum horvdu tríggir norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir og tríggir eystureftir, soleiðis at havið hvíldi á teimum, og døvir teirra horvdu inneftir. Tað var eina løgd til tjúktar, og tromin á tí gjørd eins og tromin á steypi, vorðin sum liljublóma; tað tók trý túsund bat. Framvegis gjørdi hann tíggju ílát; fimm teirra setti hann høgrumegin og fimm teirra vinstrumegin til tváttar; í teimum skuldi verða skolað tað, sum nýtt varð við brenniofrini; men havið skuldi vera fyri prestarnar at tváa sær í. Framvegis gjørdi hann hinar tíggju gullljósastakarnar, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir inn í aðalhúsið, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin. Framvegis gjørdi hann tey tíggju borðini og setti tey upp í aðalhúsinum, fimm høgrumegin og fimm vinstrumegin; eisini gjørdi hann hundrað skálir av gulli. Og hann gjørdi forgarð prestanna og forgarðin mikla, og á forgarðin setti hann veingjaportur, sum hann legði við kopari. Havið setti hann høgrumegin templið við landsynningshornið. Og Huram gjørdi pottarnar, eldspakarnar og offurbollarnar; og leyk Huram soleiðis tí verki, sum hann hevði fingið at gera fyri Sálomon kong við hús Guðs: Báðar súlurnar og bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á teimum og bæði netverkini til at hylja bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, og tey fýra hundrað granateplini á báðum netverkunum, tvey røð av granateplum á hvørjum netverkinum, sum hylja skuldu bæði tey kúlurundu súlnahøvdini ovast á súlunum, kervagnarnar tíggju við teim tíggju kerunum, havið og teir tólv oksarnar undir tí, pottarnar, eldspakarnar, offurbollarnar og øll tilhoyrandi amboð gjørdi Huram-Ábi fyri Sálomon kong til hús Harrans úr skygdum kopari. Kongur læt stoypa hetta á Jórdanslættanum við Ádama vað millum Sukkot og Zereda. Sálomon læt gera ovurmikið av øllum hesum lutum, tí at ikki varð kannað eftir, hvussu nógv ið fór til av kopari. Og Sálomon læt gera øll tey amboð, sum vera skuldu í húsi Guðs, gullaltarið, borðini, sum sýnisbreyðini lógu á, ljósastakarnar við lampunum, ið tendraðar skuldu verða á tilskilaðan hátt fyri framman innhúsið, av skírum gulli, blómuprýðið, lampurnar, ljósasaksarnar av gulli, ja, av úrvalsgulli, og knívarnar, offurbollarnar, kannurnar, eldpannurnar av skírum gulli og leikindini á teim innaru tempulhurðunum fyri tí alraheilagasta og á tempulhurðunum fyri aðalhúsinum av gulli.
Tá ið Sálomon var liðugur við hús Guðs, flutti hann inn hagar halgigávur Dávids, faðirs síns, gullið og silvurið, og læt øll amboðini leggja inn í goymslubúrini í húsi Guðs. Síðan stevndi Sálomon øllum Ísraels elstu og øllum oddamonnum kyntáttanna og ættarhøvdingum Ísraelsmanna saman í Jerúsalem til tess at flyta sáttmálaørk Harrans niðan úr Dávidsborgini, tað er Zion. Tá komu allir menn í Ísrael saman hjá kongi á hátíðini í etanim mánaði, tað er hin sjeyndi mánaðurin. Og allir Ísraels elstu komu, og Levitarnir tóku ørkina, og teir fluttu hana niðan og samfundartjaldið og øll hini heilagu amboðini, sum vóru í tjaldinum; prestarnir og Levitarnir fluttu tey niðan. Og Sálomon kongur og allur savnaður Ísraels, ið komin var saman hjá honum frammi fyri ørkini, ofraðu smalur og stórdýr í tílíkum nøgdum, at hvørki kundi kannast ella fáast tal á. Síðan fluttu prestarnir sáttmálaørk Harrans á stað sín inn í tempulsins innhús, hitt alraheilagasta, inn undir veingir kerúbanna. Og kerúbarnir breiddu veingir sínar út yvir har, sum ørkin stóð, og huldu soleiðis ørkina og burðarstengur hennara. Men burðarstengurnar vóru so langar, at tær sóust frá tí heilaga, men uttanífrá sóust tær ikki, og har hava tær verið fram at hesum degi. Í ørkini var einki uttan báðar talvurnar, sum Móses hevði lagt í hana undir Hóreb, talvur sáttmálans, ið Harrin hevði gjørt við Ísraels menn, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi. Men tá ið prestarnir síðan gingu út úr halgidóminum – tí at allir prestarnir høvdu halgað seg og løgdu ikki í at ganga eftir varðflokkum; og allir Levita-sangmenn, bæði Ásaf, Heman og Jedutun við sonum og frændum sínum, klæddir í hvítt lín, stóðu eystanvert við altarið við glymskálum, hørpum og gígum og saman við teimum eitt hundrað og tjúgu prestar, sum blástu í lúður – og teir allir ísenn tóku undir at blása og syngja og lovaðu og prísaðu Harranum og lótu glymja lúðrar og gígur og onnur ljóðføri til tess at lova Harranum við hesum orðum: «Tí at góður hann er, og miskunn hans varir um ævir!» – tá fylti skýggið hús Harrans, so at prestarnir ikki fingu staðið fyri tí og gjørt tænastu, tí at hús Guðs varð fult av dýrd Harrans.
Tá mælti Sálomon: «Harrin hevur sagt, at í myrkri hann búgva vildi! Nú havi eg bygt tær hús at búgva í, bústað tær til handar um allar ævir.» Síðan vendi kongur sær á og vælsignaði allan savnað Ísraels, meðan allur savnaðurin stóð uppi; og hann segði: «Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, sum við hond síni evnaði tað, sum hann heitti Dávidi, faðir mínum, tá ið hann segði: Frá tí degi, eg leiddi fólk mítt út úr Egyptalandi, havi eg ikki útvalt nakra borg hjá øllum Ísraels ættum til tess at byggja har navni mínum bústað og ikki útvalt nakran mann til at vera høvdinga yvir fólki mínum Ísrael. Men Jerúsalem útvaldi eg navni mínum til bústaðar, og Dávid útvaldi eg til at vera høvdinga yvir fólki mínum Ísrael. Og Dávid, faðir mín, ætlaði at reisa hús fyri navni Harrans, Ísraels Guðs. Men Harrin segði við Dávid, faðir mín: Tað, at tú ætlar at byggja navni mínum hús, er víst ein góð gerð av tær, tó skalt ikki tú byggja húsið, men sonur tín, sum kemur av lendum tínum, hann skal byggja navni mínum hús. Nú hevur Harrin evnað tað orð, sum hann talaði, og eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og eri setstur í hásæti Ísraels, eins og Harrin segði, og havi bygt navni Harrans, Ísraels Guðs, bústað. Og har havi eg sett ørkina við sáttmálanum í, sum Harrin gjørdi við Ísraels børn.» Síðan gekk Sálomon fram fyri altar Harrans, meðan allur savnaður Ísraels var hjástaddur, og breiddi út hendur sínar. Tí at Sálomon hevði latið gera fimm alnir langan, fimm alnir breiðan og tríggjar alnir høgan pall av kopari og sett hann upp í miðjum forgarði; har uppá fór hann og fell á knæ frammi fyri øllum savnaði Ísraels, breiddi út hendur sínar upp ímóti himni og mælti: «Harri, Ísraels Guð, eingin gudur er javnlíki tín á himni og á jørð, tú, sum heldur uppi sáttmálanum og góðsku tíni móti tænarum tínum, tá ið teir av øllum hjarta ganga fyri ásjón tíni, tú, sum hevur hildið tað, ið tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, og við hond tíni hevur evnað tað, sum tú talaði við munni tínum, eins og nú er hent. So halt nú Harri, Ísraels Guð, tað, sum tú heitti tænara tínum Dávidi, faðir mínum, tá ið tú segði: Aldrin skal vanta tær eftirmaður fyri ásjón míni til at sita í hásæti Ísraels, um synir tínir bert vilja varðveita vegir sínar og ganga eftir lóg míni, eins og tú hevur gingið fyri ásjón míni. Ja, lat nú Harri, Ísraels Guð, sannast tað orð, sum tú tilsegði Dávidi, tænara tínum. Men man tá Guð av sonnum kunna búgva manna millum á jørðini? Sí, himinin, ja, himnanna himnar taka teg ikki, enn minni tað hús, sum eg havi reist. Men snúgv tær Harri, Guð mín, at bøn og bønliga ákalli tænara tíns, so at tú hoyrir tey róp og tær bønir, sum tænari tín ber fram fyri ásjón tína, og lat tíni eygu vera opin yvir hesum húsi dag og nátt, yvir tí staði, sum tú segði um, at har skuldi navn títt búgva – so at tú hoyrir tær bønir, sum tænari tín biður, horvdur móti hesum staði. Og hoyr tú ta bønligu bøn, sum tænari tín og fólk títt Ísrael biðja, horvd móti hesum staði, ja, hoyr hana frá himni, bústaði tínum, og fyrigev tú, tá ið tú hoyrir. Um einhvør syndar ímóti næsta sínum, og eiður verður kravdur av honum, at hann skal svørja, og hann kemur at gera eiðin frammi fyri altari tínum í hesum húsi, tá hoyri tú tað í himni tínum og leggi uppí og dømi tá millum tænara tína, soleiðis at tú letur hin seka fáa afturlønt tað, sum hann hevur gjørt, og sigur hin sakleysa rættvísan og lønir honum eftir rættvísi hans. Og um fólk títt verður at lúta fyri fíggindanum, av tí at tey syndaðu ímóti tær, og tey tá aftur venda við og játta navn títt og biðja til tín og bøna um náði fyri ásjón tíni í hesum húsi, tá hoyri tú tað í himni tínum og fyrigevi tað, sum fólk títt Ísrael syndaði móti tær, og leið tey heim aftur í tað land, sum tú gavst teimum og fedrum teirra. Tá ið himinin letist aftur, og einki regn kemur, av tí at teir syndaðu móti tær, og teir tá biðja, horvdir móti hesum staði, játta navn títt og víkja frá syndum sínum, av tí at tú eyðmýkir teir, tá hoyri tú tað á himni og fyrigevi synd tænara tíns og fólks tíns, Ísraels, ja, tú kenni teimum tann góða vegin, sum teir eiga at ganga, og lati tað regna í landi tínum, sum tú gavst fólki tínum til ognar. Um hallár verður í landinum, ella drepsótt gongur, ella svarti roði og gulnan kemur í kornið, um ongsprettur og jarðvargar herja á, ella fíggindar treingja at fólkinum í einihvørji av borgum tess – ja, hvat tað enn er fyri sótt ella plága, sum berst á – hvønn ein av øllum fólki tínum Ísrael, sum tá bønandi breiðir út hendur sínar móti hesum staði og biður til tín og bønar um náði av trega og tungum móði, hann hoyri tú av himni, bústaði tínum, og fyrigevi, við tað at tú endurgeldur hvørjum einum atgerðir hans, tí at tú kennir hjørtu teirra – ja, eina tú kennir hjørtu manna, til tess at teir mega óttast teg og ganga leiðir tínar allar sínar ævidagar í tí landi, sum tú hevur givið fedrum várum. Eisini hin fremmanda, sum ikki er av fólki tínum, men kemur úr fjarløgdum landi fyri sakir mikla navns tíns, tínar sterku handar og útrætta arms tíns – og hann kemur at biðja frammi fyri hesum húsi, tá hoyri tú hann í himni, bústaði tínum, og lati hann fáa alt tað, sum hann rópar til tín um, til tess at allar tjóðir jarðar mega kenna navn títt og óttast teg eins og fólk títt Ísrael og sanna, at navn títt er nevnt yvir hesum húsi, sum eg havi bygt. Tá ið fólk títt fer í hernað móti fíggindum sínum, hagar sum tú sendir teir, og teir biðja til tín við andlitinum móti hesi borg, sum tú hevur útvalt, og húsinum, sum eg havi reist navni tínum, tá hoyri tú í himni bønir teirra og bønligu ákallan og hjálpi teimum at fáa sín rætt. Tá ið teir synda móti tær – tí at eingin er, ið ikki syndar – og tú reiðist á teir og letur teir fáa ósigur av fíggindum sínum, og sigurvegarar teirra flyta tey burtur í annað land, hvørt tað er langt ella skamt av leið, og teir tá ganga í seg sjálvar í tí landi, sum teir eru herleiddir til, og venda við og biðja til tín í útlegdarlandi sínum og siga: Vit hava syndað, gjørt illa og farið fram í gudloysi – og teir venda við til tín av heilum huga og allari sál síni í tí landi, sum sigurvegarar teirra hava herleitt teir til, og biðja við andlitinum móti landinum, sum tú hevur givið fedrum teirra, og móti borgini, sum tú útvaldi, og húsinum, sum eg havi reist navni tínum, tá hoyri tú í himni, bústaði tínum, bønir teirra og bønligu ákallan og fremji rætt teirra og fyrigevi fólki tínum tað, sum tey hava syndað ímóti tær. So veri tá, Guð mín, eygu tíni vakin og oyru tíni opin fyri teimum bønum, ið bidnar verða á hesum staði. So rís tú, Harri Guð, og kom á hvíldarstað tín, tú og veldisørk tín! Prestar tínir, Harri Guð, veri klæddir í frelsu, og lat tínar gudrøknu fegnast um gott frá tær! Harri Guð, sig ikki burtur salvaða tín, minst tú miskunn tína móti Dávidi, tænara tínum!»
Tá ið Sálomon hevði lokið bøn síni, kom eldur av himni og oyddi brenniofrið og sláturofrini, og dýrd Harrans fylti húsið. Og ikki fingu prestarnir gingið inn í hús Harrans, av tí at dýrd Harrans fylti tað. Og tá ið allir Ísraelsmenn sóu eldin og dýrd Harrans yvir húsinum, tá tveittu teir seg fram eftir rommum niður í steintúnið og tilbóðu og lovaðu Harranum við hesum orðum: «Tí at hann er góður, og miskunn hans varir um ævir!» Kongurin og alt fólkið ofraðu nú sláturoffur frammi fyri Harranum. Í sláturofrum ofraði Sálomon kongur tjúgu og tvey túsund stórdýr og eitt hundrað og tjúgu túsund smalur; soleiðis vígdi Sálomon og alt fólkið tempul Harrans. Prestarnir stóðu har, sum teir áttu at standa, og somuleiðis Levitarnir við teimum ljóðførum Harrans, ið Dávid kongur hevði latið gera, og sum teir lovaðu Harranum við, «tí at miskunn hans varir um ævir;» og meðan teir sungu lovsong Dávids, blástu prestarnir í lúðrar yvir av teimum, og alt fólkið stóð uppi. Og Sálomon vígdi miðjan forgarðin fyri framman húsi Harrans, tí at har ofraði hann brenniofrini og feitu stykkini av takkarofrinum, tí at koparaltarið, sum Sálomon hevði gjørt, kundi ikki taka alt brenniofrið, grónofrið og feitu stykkini. Samstundis helt Sálomon kongur hátíðina í sjey dagar saman við øllum Ísrael; tað var ovurmikil mannfjøld komin hagar frá Hámat og alt at Egyptalands á; áttanda dagin hildu teir hátíðarveitslu, tí at sjey dagar vóru teir um at víga altarið, og hátíðina hildu teir í sjey dagar. Og á tjúgunda og triðja degi hins sjeynda mánaðar læt hann fólkið fara heim aftur í tjøld síni, fegið og í góðum hýri yvir alt tað góða, sum Harrin hevði gjørt ímóti Dávidi, tænara sínum, og Sálomoni og fólki sínum Ísrael. Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, og alt, sum hann hevði havt í hyggju at gera við hús Guðs og høll sína, var væl úr hondum greitt, tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann: «Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra. Skulu nú eygu míni vera opin og oyru míni geva gætur eftir teirri bøn, ið biðin verður á hesum staði. Og nú havi eg útvalt og halgað mær hetta hús sum ævinligan bústað hjá navni mínum; og allar dagar skulu eygu míni og hjarta mítt vera har. Um tú nú gongur fyri ásjón míni, eins og Dávid, faðir tín, gjørdi, og tú gert eftir øllum tí, sum eg havi boðið tær, og heldur skipanir og lógir mínar, tá vil eg grundfesta kongsstól tín, so sum eg heitti Dávidi, faðir tínum, tá ið eg segði: Tær skal ongantíð vanta eftirmaður til at ráða fyri Ísrael. Men um tit víkja frá og havna fyriskipanum og boðorðum mínum, sum eg havi lagt fyri tykkum, og tit fara at tæna øðrum gudum og tilbiðja teir, tá vil eg slíta tykkum upp úr landi mínum, sum eg gav tykkum; og hetta hús, sum eg havi halgað navni mínum, skal eg skúgva burtur frá ásjón míni og gera tað til tiltak og spott millum alra tjóða, so at hvør, ið kemur fram við hesum áður so háreista húsi, skal øtast og halda fyri: Hví man Harrin hava farið so illa við hesum landi og hesum húsi? Og svarað skal verða: Av tí, at teir søgdu burtur Harran, Guð fedra sína, sum leitt teir hevði út úr Egyptalandi, og hildu seg aftur at øðrum gudum og tilbóðu og tænaðu teimum, tess vegna hevur hann leitt yvir teir hesa ógævu!»
Tá ið tey tjúgu árini vóru umliðin, og Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans og kongshøll sína, tá víggirdi hann tær borgir, sum hann hevði fingið av Hurami, og læt Ísraelsmenn setast niður har. Síðan fór hann móti Hámat-Zóba og vann sigur av henni. Og hann víggirdi Tadmor í oyðimørkini og allar tær vistaborgir, sum hann hevði bygt í Hámat. Somuleiðis bygdi hann uppaftur Bet-Hóron hitt ovara og Bet-Hóron hitt niðara til víggirdar borgir við borgargørðum, borgarliðum og lokum, framvegis Báalat og allar Sálomons vistaborgir og vagnliðsborgir og reiðmannaborgir og alt tað, sum hann fýsti at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum kongaríki sínum. Alt tað fólk, ið eftir var av Hetitum, Ámoritum, Perezitum, Hivitum og Jebusitum og ikki var av Ísrael, eftirkomarar teirra, sum eftir vóru í landinum, av tí at Ísraelsmenn ikki høvdu avoytt teir, á teir legði Sálomon vinnuskyldu, eins og verið hevur alt fram at hesum degi. Men av Ísraelsmonnum setti hann ongan at starva sum træl fyri seg; teir vóru hermenn og herhøvdingar og oddamenn fyri vagnliðinum og reiðliðinum. Sálomon kongur hevði tvey hundrað og fimmti yvirumsjónarmenn, ið høvdu eftirlit við fólkinum. Og Sálomon læt dóttur Fáraos flyta úr Dávidsborgini niðan í tað húsið, sum hann hevði bygt henni; tí at hann hugsaði: Eg vil ikki lata konu búgva í høllini hjá Dávidi, Ísraels kongi; tí at heilagir eru teir staðir, hagar Guðs ørk kemur. Tá ofraði Sálomon Harranum brennioffur á altari Guðs, tí, sum hann hevði reist fyri framman forsalin; hann frambar tey offur, sum Móses hevði skilað til fyri hvønn dag á hvíludøgum, tendringardøgum og hátíðunum tríggjar ferðir um árið, á hátíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhátíðini og á leyvskálahátíðini. Og hann setti prestarnar í tænastu eftir varðflokkum, so sum Dávid, faðir hans, hevði fyriskipað, og gav Levitunum størv til at lovsyngja og vera prestunum til hjálpar, eins og tað tørvaði fyri hvønn dag, og somuleiðis setti hann duravørðirnar eftir varðflokkum til at goyma at hvørjum einstøkum liði, tí at soleiðis hevði hin Guðsmaðurin Dávid boðið. Og ikki í nøkrum luti varð vikið frá tí, sum kongur hevði boðið viðvíkjandi prestunum og fægoymslunum. Soleiðis varð lokið øllum verki Sálomons frá tí degi, tá ið grundað var fyri húsi Harrans og hagar til Sálomon var liðugur at byggja hús Harrans. Um tað mundið fór Sálomon til Ezjon-Geber og Elot við strondina í Edóms landi; og Huram sendi honum við monnum sínum skip og sjóvanda manning, ið saman við monnum Sálomons fóru til Ofir og fluttu haðan fýra hundrað og fimmti talentir av gulli, sum teir førdu Sálomoni kongi.
Tá ið drotningin av Sába hoyrdi ágiti Sálomons, kom hon til tess at royna hann við gátum til Jerúsalem við ovurmiklum føruneyti, við kamelum, ið bóru nøgdir av roykilsi og gulli og dýrum steinum; og tá ið hon kom til Sálomons, bar hon upp fyri honum alt, sum henni í brósti búði. Men Sálomon kundi svara øllum spurningum hennara; einki var honum dult, sum hann ikki gat greint fyri henni. Og tá ið drotningin av Sába sá fróðskap Sálomons og húsið, sum hann hevði bygt, og matin á borði hans og bústaðir tænara hans, og hvussu skutilsveinar hans bóru seg, og hvussu teir vóru klæddir, og skeinkjarar hans og búna teirra og brenniofrini, sum hann frambar í húsi Guðs, tá varð hon frá sær sjálvari av bilsni og segði við kong: «Satt var tað, sum eg har heima í landi mínum hoyrdi um teg og fróðskap tín! Eg vildi ikki trúgva tí, sum sagt varð, fyrr enn eg sjálv var komin og hevði sæð tað við egnum eygum; og sí, mær hevur ikki til helvtar verið sagt frá fróðskapi tínum; í stórum bert tú av tí giti, sum eg havi hoyrt um teg! Sælir eru menn tínir, og sælir hesir tænarar tínir, ið støðugt standa fyri ásjón tíni og lýða á fróðskap tín! Lovaður veri Harrin, Guð tín, sum hevur tokka í tær, so at hann setti teg í hásæti sítt sum kong fyri Harranum, Guði tínum! Av tí, at Guð tín elskar Ísrael og vil lata tað standast allar ævir, tessvegna setti hann teg sum kong yvir teimum til at fremja rætt og rættlæti!» Síðan gav hon kongi stórt hundrað talentir av gulli og ovurmikið av roykilsi og dýrum steinum, og ongantíð hevur í landinum verið tílíkt roykilsi sum tað, ið drotningin av Sába gav Sálomoni kongi. Menninir hjá Hurami og menninir hjá Sálomoni, ið fluttu gull frá Ofir, komu eisini við sandelviði og gimsteinum. Og av sandelviðinum læt kongur gera rimaverk á húsi Guðs, og kongshøllini; somuleiðis gígur og hørpur til sangararnar; tess líki hevði ongntíð áður verið sæddur í Júdalandi. Sálomon kongur gav drotningini av Sába alt tað, sum hon ynskti og bað um, nógv meiri enn hon hevði ført kongi. Síðan fór hon heim aftur í land sítt við øllum føruneyti sínum. Til Sálomons varð flutt av gulli á hvørjum ári seks hundrað og seksti og seks gulltalentir umframt avskurðin frá undirokaðum fólkum og tað, sum keypmenninir fluttu inn, og alt tað gullið og silvurið, sum allir Árábiukongarnir og landsstjórarnir komu við. Sálomon kongur læt gera tvey hundrað skildir av slignum gulli; í hvønn skjøldurin fóru seks hundrað siklar av slignum gulli, og trý hundrað smærri skildir av slignum gulli, í hvønn teirra fóru trý hundrað siklar av gulli; hesar skildir læt kongur leggja í Libanons skógarhúsið. Framvegis læt kongur gera mikið hásæti úr fílabeini og legði tað við skírum gulli; seks trappur gingu upp at hásætinum, og fótskør av gulli var gjørd føst við tað; báðumegin sætið vóru armar, og við armarnar stóðu tvey ljón. Og á teimum seks stigunum á trappuni stóðu tólv ljón, seks hvørjumegin. Tílíkt hásæti hevur ikki verið í nøkrum kongaríki. Og øll drykkjuker hjá Sálomoni kongi vóru av gulli og øll amboð í Libanons skógarhúsi av skírum gulli. Silvur var einki í metum á Sálomons døgum, tí at Sálomon átti skip, ið sigldu til Tarsis, mannað við monnum Hurams; eina ferð á triðja hvørjum ári komu Tarsisskipini heim aftur við gulli og silvuri, fílabeini, apum og páfuglum. Sálomon kongur bar av øllum kongum jarðar í ognum og vitsku. Og allir kongar á jørðini leitaðu til Sálomons til tess at hoyra fróðskap hans, ið Guð hevði lagt honum í hjartað, og allir høvdu teir gávur við sær: Silvurgripir og gullgripir, klæði, vápn, roykilsi, ross og múldjór, og tað ár undan ári. Sálomon hevði fýra túsund hestapør og vagnar og tólv túsund reiðmenn; sumt av hesum læt hann vera í vagnliðsborgunum, og sumt hevði hann hjá sær í Jerúsalem. Og hann valdaði øllum kongunum frá Ánni og alt at Filistalandi og at landamarki Egyptalands. Sálomon kongur gjørdi silvur so algongt í Jerúsalem sum grót og sedristrø sum morberjatrø á láglendinum. Og Sálomon fekk ross úr Mizráim og úr øllum londum. Men tað, sum meira er at siga um Sálomon, tað er jú ritað frá upphavi til enda í árbók Nátans profets og í spádómi Áhija Silonita og í sjónini, sum Jedo síggjari sá um Jeróboam Nebatsson. Sálomon sat sum kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael í fjøruti ár. Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids, faðir síns; og Rehábeam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Rehábeam fór nú til Sikem, tí at hagar var allur Ísrael komin saman at taka hann til kong. Men tá ið Jeróboam, sonur Nebats, fekk fregn av hesum – hann var tá staddur í Egyptalandi, hagar hann var flýddur undan Sálomoni kongi – tá kom hann heim aftur úr Egyptalandi. Boð vórðu nú send eftir honum, og Jeróboam kom. Tá mælti allur Ísrael við Rehábeam: «Faðir tín nívdi okkum við tungum oki, men lætt nú tú um tað harða strevið, ið faðir tín kravdi av okkum, og tað tunga okið, sum hann legði á okkum, tá vilja vit tæna tær!» Hann svaraði teimum: «Farið heim og komið aftur til mín um tríggjar dagar!» Fólkið fór tá heim. Síðan ráddist Rehábeam kongur við hinar gomlu, sum høvdu staðið í tænastu hjá Sálomoni, faðir hans, so leingi hann livdi, og mælti: «Hvat andsvar ráða tit mær til at geva hesum fólki?» Teir svaraðu honum: «Um tú í dag fert væl við hesum fólki, eftirlíkar teimum, talar blídliga til teirra, tá vilja teir tæna tær allar dagar.» Men hann havnaði hesum ráðum, sum hinir gomlu løgdu honum, og fór at ráðast við hinar ungu, sum vaksnir vóru upp saman við honum og vóru í tænastu hansara, og spurdi teir: «Hvat ráða tit okkum til at svara hesum fólki, sum krevur av mær, at eg skal lætta um tað ok, sum faðir mín legði á teir?» Hinir ungu, sum vaksnir vóru upp saman við honum, svaraðu honum: «Soleiðis skalt tú svara hesum fólki, sum segði við teg: Faðir tín legði tungt ok á okkum, men lætt nú tú um ok okkara – soleiðis skalt tú siga við teir: Lítlifingur mín er tjúkri enn mjadnir faðirs míns! Og hevur faðir mín nívt tykkum við tungum oki, vil eg gera ok tykkara enn tyngri; faðir mín revsaði tykkum við koyrlum, men eg vil revsa tykkum við sporðdrekum!» Tá ið Jeróboam og alt fólkið kom aftur til Rehábeams á triðja degi, eins og kongur hevði sagt, veitti hann teimum hart andsvar uttan at leggja nakað í tað, sum hinir gomlu høvdu rátt honum, men fór eftir ráðunum hjá teimum ungu og svaraði teimum: «Hevur faðir mín lagt tungt ok á tykkum, vil eg gera tað enn tyngri; hevur faðir mín revsað tykkum við koyrlum, vil eg revsa tykkum við sporðdrekum!» Men kongur lurtaði ikki eftir fólkinum, tí at Guð lagaði tað soleiðis, at tað orð skuldi sannast, ið Harrin hevði talað við Áhija frá Silo til Jeróboams Nebatssonar. Tá ið nú allur Ísrael sá, at kongur ikki vildi lurta eftir teimum, góvu teir honum hetta andsvar: «Hvønn lut høvum vær í Dávidi? Onga arvagrein hava vit í Ísai syni! Til tjalda tína, hvør Ísraels maður! Gæta nú, Dávid, títt egna hús!» Síðan fór allur Ísrael heim aftur. Men yvir teimum Ísraels monnum, sum búðu í Júda borgum, varð Rehábeam kongur. Rehábeam kongur sendi nú Ádóniram, formannin fyri skylduvinnuni, til teirra; men Ísraels menn grýttu hann til bana. Tá leyp Rehábeam kongur í skundi upp í hervagn sín og flýddi til Jerúsalem. Á henda hátt sveik Ísrael Dávids ætt, og so hevur verið fram at hesum degi.
Tá ið Rehábeam kom aftur til Jerúsalem, savnaði hann saman Júda ætt og Benjamin, eitt hundrað og áttati túsund úrvalshermenn, til tess at berjast við Ísrael og fáa ríkið aftur undir Rehábeam. Men tá kom orð Harrans til Sjemaja Guðsmans soljóðandi: «Tala til Rehábeams Sálomonssonar, Júda kongs, og til allar Ísraels menn í Júda og Benjamin og sig: So sigur Harrin: Tit skulu ikki fara í bardaga móti brøðrum tykkara; vendið hvør heim aftur til sín sjálvs; tí at hetta, sum er hent, er frá mær!» Lýdnir orðum Harrans vendu teir aftur og fóru ikki móti Jeróboami. Rehábeam búði síðan í Jerúsalem. Hann gjørdi úr bygdum víggirdar borgir. Soleiðis víggirdi hann Betlehem, Etam, Tekóa, Bet-Zur, Sóko, Ádullam, Gát, Máresja, Zif, Ádoráim, Lákisj, Ázeka, Zórea, Ajjalon, Hebron, allar í Júda og Benjamin. Hann gjørdi vígvirkini sterk, setti høvdingar fyri teimum og hevði har goymslur fyri vistum, olju og víni, og í hvørji borg hevði hann skildir og spjót og gjørdi tær soleiðis ovursterkar. Júda og Benjamin hoyrdu honum til. Men prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu til hansara, hvør úr síni sýslu og gingu í tænastu hjá honum, tí at Levitarnir fóru frá jørð og ognum sínum og rýmdu til Júda og Jerúsalem, av tí at Jeróboam og synir hans høvdu rikið teir úr prestatænastu Harrans, og hevði hann sjálvur skipað sær prestar fyri offurheyggjarnar og fyri skógartrøllini og kálvarnar, sum hann hevði latið gera; og saman við teimum komu frá øllum Ísraels ættum teir, sum høvdu hug at søkja Harran, Ísraels Guð, til Jerúsalem til tess at frambera Harranum, Guði fedra teirra, offur. Teir styrktu Júdaríki og magnaðu Rehábeam Sálomonsson í trý ár, tí at so leingi gingu teir á vegi Dávids og Sálomons. Rehábeam tók sær til konu Máhalat, dóttur Jerimots Dávidssonar, og Ábihail, dóttur Eliabs Ísaisonar. Hon føddi honum synirnar Jeusj, Sjemarja og Záham. Seinni tók hann eisini til konu Máaku, Absalons dóttur, ið føddi honum Ábia, Attai, Ziza og Sjelomit. Rehábeam unti Máaku, dóttur Absalons, meira, enn øllum øðrum konum og hjákonum sínum; hann hevði tikið sær átjan konur og seksti hjákonur og gat tjúgu og átta synir og seksti døtur. Og Rehábeam setti Ábia, son Máaku, sum høvdinga og oddamann millum brøðra hans, tí at hann ætlaði at gera hann til kong. Við skynsemi læt hann allar synir sínar hvønn fyri seg búsetast í øllum landslutum Júda og Benjamins og øllum hinum víggirdu borgunum og fekk teimum nøgdir av vistum og nógvar konur.
Men tá ið Rehábeam hevði grundfest kongsdømi sítt og kendi seg sterkan, tá segði hann burtur lóg Harrans og við honum allur Ísrael. Og á fimta ríkisári Rehábeams kongs fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem – tí at teir høvdu verið Harranum ótrúgvir – við tólv hundrað hervagnum og seksti túsund reiðmonnum, og ikki fekst tal á øllum tí herfólki, honum fylgdi úr Egyptalandi, Libiumenn, Sukkitar og Blálendingar. Og tá ið hann hevði tikið tær víggirdu borgirnar, sum vóru í Júda, helt hann móti Jerúsalem. Tá kom Sjemaja profetur til Rehábeams og til Júda høvdinga, sum leitað høvdu til Jerúsalem undan Sjisjaki, og segði við teir: «So sigur Harrin: Tit søgdu meg burtur, nú havi eisini eg sagt tykkum burtur og givið tykkum upp í Sjisjaks hendur!» Ísraels høvdingar og kongurin eyðmýktu seg tá og søgdu: «Harrin er rættvísur!» Men tá ið Harrin sá, at teir eyðmýktu seg, kom orð Harrans til Sjemaja soljóðandi: «Teir hava eyðmýkt seg. Eg vil tí ikki beina fyri teimum, men lata teir komast undan við neyð og deyð, so at ikki vreiði mín verður úthelt yvir Jerúsalem við Sjisjaki. Tá skulu teir verða honum lýðskyldigir og fáa at kenna munin á at tæna mær og at tæna heidnum kongum!» Síðan fór Sjisjak, Egyptalands kongur, herferð móti Jerúsalem og tók fægripirnar úr húsi Guðs og fægripir kongshallarinnar, alt samalt tók hann; og somuleiðis tók hann teir gullskildir, sum Sálomon hevði latið gera. Í stað teirra læt Rehábeam kongur gera skildir av kopari, sum hann gav lívvarðarhøvdingunum í varðveitslu, teimum, ið gæta dyr kongshallarinnar; og hvørja ferð kongur gekk inn í hús Guðs, komu lívvarðarmenninir berandi teir og fóru síðan aftur við teimum inn í lívvarðarherbergið. Men tá ið hann eyðmýkti seg, veik vreiði Harrans frá honum og beindi ikki fyri honum med alla. Okkurt gott var eisini í Júda. Soleiðis megnaðist Rehábeam kongur í Jerúsalem og hevði ræðið, tí at hann var fjøruti og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í seytjan ár sat hann sum kongur í Jerúsalem, borgini, sum Harrin hevði útvalt sær av øllum Ísraels ættum til tess at lata navn sítt búgva har. Móðir hans var ammonitisk, Náama nevnd at navni. Hann gjørdi tað, sum ilt var, tí at hugur hansara stundaði ikki á at søkja Harran. Men søga Rehábeams, øll sum hon er, er jú ritað í søgu Sjemaja profets og Iddo síggjara. Millum Rehábeams og Jeróboams var alla tíðina ófriður. Og Rehábeam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ábia, sonur hansara, tók ríkið eftir hann.
Á átjanda ríkisári Jeróboams kongs varð Ábia kongur í Júda. Trý ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Móðir hans æt Mikaja, dóttir Úriels úr Gibeu. Millum Ábia og Jeróboams gekk ófriður á. Ábia byrjaði bardagan við valdra manna herliði, fýra hundrað túsund úrvalsmonnum, og Jeróboam fylkti til orrustu móti honum átta hundrað túsund úrvalsmenn, allir reystir kappar. Tá fór Ábia niðan á Zemaráim fjall, sum er á Efraims fjøllum, og rópaði: «Lýðið á meg, Jeróboam og allur Ísrael! Vita tit ikki, at Harrin, Ísraels Guð, hevur givið Dávidi og eftirkomarum hans kongsdømi yvir Ísrael allar ævir við óslítandi sáttmála? Men Jeróboam Nebatsson, trælur Sálomons Dávidssonar, gjørdi uppreist móti harra sínum. Og nøkur rekavætti og bølmenni savnaðust um hann og vórðu Rehábeami Sálomonssyni yvirmentir; hann var ungur og stimburlítil og kundi ikki standast ímóti teimum. Og nú halda tit tykkum vera nóg sterkar til at gera tykkum inn á kongsríki Harrans, ið Dávids eftirkomarar hava í hondum, nú tit eru ovurfjølmentir og hava við tykkum teir gullkálvar, sum Jeróboam gjørdi tykkum til gudar! Hava tit ikki rikið burtur prestar Harrans, synir Árons og Levitanna, og sjálvir fingið tykkum prestar eftir siði heidninganna? Hvør, ið kemur við ungneytum og sjey veðrum til tess at verða vígdur, hann verður prestur hjá gudum, ið ikki eru gudar! Men vár Guð er Harrin, og vær høvum ikki sagt hann burtur; synir Árons gera prestatænastu fyri Harranum, men Levitarnir hava hini størvini. Hvønn morgun og hvørt kvøld ofra teir Harranum brennioffur, og teir kveikja yndisangandi roykilsi, leggja sýnisbreyðini til rættis á borðið av gulli og tendra hvørt kvøld gullljósastakan og lampur hans, tí vit halda fyriskipanir Harrans, Guðs várs, men tit hava sagt hann burtur! Sí, við okkum, á odda fyri okkum er Guð og prestar hans og teir, sum í lúðrar blása til atløgu móti tykkum! Ísraels menn, berjist ikki ímóti Harranum, Guði fedra tykkara, tí at tað verður tykkum ikki at frama!» Men Jeróboam læt loyniliðið fara ein skákveg aftur um Júda menn, soleiðis at loyniliðið var í hølunum á Júda monnum og herurin fyri framman teir. Og tá ið Júda menn litu aftur um bak og sóu, at ófriður gekk á teir bæði aftan og framman, rópaðu teir til Harrans, meðan prestarnir tóku til at blása í hornini. Síðan hevjaðu Júda menn herrópið, og tá ið teir soleiðis høvdu rópað, tá vá Guð Jeróboam og allan Ísrael fyri eygunum á Ábia og Júda monnum. Ísraels menn flýddu fyri Júda monnum, og Guð gav teir upp í hendur teirra. Ábia og lið hansara elvdu Ísraels monnum mikið mannfall; av Ísrael fullu fyri svørði fimm hundrað túsund úrvalshermenn. Soleiðis máttu Ísraels menn lúta á tí sinni, og Júda menn fingu styrki, av tí at teir studdust við Harran, Guð fedra sína. Men Ábia elti Jeróboam og vann av honum borgirnar: Betel við bygdunum uttanum, Jesjana við bygdunum uttanum og Efraim við bygdunum uttanum. Jeróboam kom ikki aftur fyri seg, so leingi sum Ábia var á lívi; og Harrin sló hann, so at hann doyði. Men Ábia megnaðist; hann tók sær fjúrtan konur og gat tjúgu og tveir synir og sekstan døtur. Tað, sum meira er at siga um Ábia, um atburð og orð hans, tað stendur jú ritað í frágreiðing Iddo profets.
Síðan legðist Ábia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ása, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Á hansara døgum var friður í landinum í tíggju ár. Og Ása gjørdi tað, sum gott og rætt var í eygum Harrans, Guðs síns. Hann beindi fyri hinum fremmandu altarunum og offurheyggjunum, breyt steinsúlurnar og høgdi niður Ásjerustólparnar. Hann beyð Júda monnum at søkja Harran, Guð fedra teirra, og at halda lógina og fyriskipan hans. Hann oyddi úr øllum Júda borgum offurheyggjarnar og sólsúlurnar, og friður var í ríkinum, meðan hann var á døgum. Í Júda bygdi hann vígvirki, tí at landið hevði náðir, og eingin ófriður gekk á hann tey árini, tí at Harrin hevði givið honum náðir. Og hann mælti við Júda menn: «Latum okkum víggirða hesar borgir og gera kring um tær borgargarðar, torn og hurðar og lokur, tí at enn er landið okkara, av tí at vit hava søkt Harran, Guð okkara; vit hava leitað til hans, og hann hevur veitt okkum frið alt íkring!» Síðan fóru teir undir at byggja, og væl gekst í hond. Ása hevði her, sum vápnaður var við langskjøldrum og spjótum, úr Júda trý hundrað túsund mans og úr Benjamin tvey hundrað og áttati túsund mans, ið bóru rundskildir og spentu boga; allir teir vóru reystar hetjur. Men Zera Blálendingur fór til bardaga móti teimum við eini millión av hermonnum og trý hundrað vagnum; og tá ið hann var komin til Máresja, fór Ása ímóti honum, og fylktu teir til orrustu í Zefatadali við Máresja. Tá rópaði Ása til Harran, Guð sín, og segði: «Harri, einki er tað fyri hjá tær at lata hin máttlítla bera sigur av hinum máttmikla; hjálp nú okkum, Harri, Guð vár, tí at á teg vit troysta, og í tínum navni eru vit farnir ímóti hesi mannfjøld. Harri, tú ert Guð vár, móti tær kann eingin deyðiligur standast!» Tá læt Harrin Blálendingar lúta fyri Ása og Júda monnum, og Blálendingar flýddu. Ása og tað lið, sum við honum var, eltu teir alt at Gerar; og allir Blálendingar fullu, hagar til eingin teirra var eftir á lívi, tí at teir vórðu sorlaðir sundur fyri Harranum og fyri heri hans. Júda menn tóku haðan ovurmiklan herfong. Somuleiðis vunnu teir allar borgirnar kring Gerar, tí at ræðsla frá Harranum var komin yvir tær; og teir rændu allar borgirnar, tí at har var ovurmikið at ræna; eisini fenaðarkvíggini rændu teir og tóku haðan almiklan herfong av smalum og kamelum. Síðan vendu teir aftur til Jerúsalem.
Tá kom andi Guðs yvir Ázarja Ódedson. Hann gekk inn fyri Ása og segði við hann: «Hoyrið meg, Ása og allir menn í Júda og Benjamin: Harrin er við tykkum, um tit eru við honum, og um tit søkja hann, letur hann tykkum finna seg; men siga tit hann burtur, vil eisini hann siga tykkum burtur! Langar tíðir var Ísrael uttan sannan Guð og uttan prestar til at leiðbeina seg og uttan lóg; men í neyð síni vendu teir við til Harrans, Ísraels Guðs, og søktu hann, og hann læt teir finna seg. Á teimum døgum gekk ófriður á bæði burtur og heima, tí at mikil øsing var yvir øllum íbúgvum landsins; tá soraðist tjóð móti tjóð og borg móti borg, tí at Guð loypti ekka á teir og alskyns ræðslur. Men verið tit hugreystir og latið ikki hendurnar ørmegnast, tí at verk tykkara skal fáa løn.» Tá ið Ása hoyrdi hesi orð og henda spádóm, tá megnaðist hann, so at hann beindi fyri andstygdunum í øllum landi Júda og Benjamins og øllum teimum borgunum, hann hevði tikið í Efraims fjallalandi, og bygdi av nýggjum altar Harrans fyri framman forsal Harrans. Síðan savnaði hann allan Júda og Benjamin og teir, sum úr Efraim og Manasse og Símeon búðu hjá teimum sum fremmandir – tí at nógvir Ísraelitar høvdu bundið felag við hann, tá ið teir sóu, at Harrin, Guð hans, var við honum. Og teir komu saman í Jerúsalem í triðja mánaði á fimtanda ríkisári Ása og frambóru henda dag Harranum offur av tí herfangi, sum teir høvdu tikið, sjey hundrað stórdýr og sjey túsund smalur. Tínæst gjørdu teir tann sáttmála, at teir skuldu søkja Harran, Guð fedra teirra, av heilum huga og allari sál, og at hvør, ið ikki vildi søkja Harran, Ísraels Guð, skuldi týna lívið, hvørt hann var háur ella lágur, kallur ella kona. Hetta játtaðu teir Harranum við eiði hart og við fagnaðarrópum, meðan blást varð í lúðrar og horn. Og allur Júda gleddist við eiðin; tí at teir høvdu svorið av øllum hjarta og søkt Harran av øllum vilja. Harrin læt teir finna seg og veitti teimum frið allar vegir. Og eisini frá Máaku, móður síni, tók Ása kongur drotningartignina, av tí at hon hevði tilbúgvið skemdarmynd Ásjeru til heiðurs; hann beindi fyri skemdarmynd hennar, sorlaði hana sundur og brendi hana í Kedronsdali. Offurheyggjarnir hvurvu ikki úr Ísrael, men tó var Ása av heilum huga við Harranum alla ævi sína; hann læt flyta inn í hús Guðs halgigávur faðirs síns og sínar egnu halgigávur, silvur, gull og aðrar lutir.
Men á tríatiunda og sætta ríkisári Ása fór Báasja, Ísraels kongur, herferð móti Júda og víggirdi Ráma, so at eingin maður hjá Ása, Júda kongi, kundi sleppa burtur og aftur. Ása tók tá silvur og gull úr goymslunum í húsi Harrans og úr kongshøllini og sendi Benhádadi, Árams kongi, sum búði í Dámaskus, við hesum orðum: «Sáttmáli er millum mín og tín, millum faðir mín og faðir tín; sí, nú sendi eg tær silvur og gull, til tess at tú skalt slíta bandalag títt við Báasja, Ísraels kong, so at hann má hava seg burtur frá mær!» Benhádad eftirlíkaði Ása kongi og sendi herhøvdingar sínar móti Ísrael og vann av teimum borgirnar Ijjon, Dán, Ábel-Máim og allar vistagoymslurnar í Naftali borgum. Tá ið Báasja frætti hetta, lætti hann av at víggirða Ráma og steðgaði starvan síni. Men Ása kongur beyð út øllum Júda monnum, og fluttu teir burtur alt tað grót og allan tann við, sum Báasja hevði havt til at víggirða Ráma við, og við tí víggirdi hann Geba og Mizpa. Um tað leitið kom Hánani síggjari til Ása, Júda kong, og segði við hann: «Av tí, at tú studdist við Árams kong og ikki við Harran, Guð tín, tí skal herurin hjá Árams kongi gleppa tær úr hondum! Høvdu ikki Blálendingar og Libiumenn miklan her við mongd av vagnum og reiðmonnum? Men av tí at tú studdist við Harran, gav hann teir upp í tínar hendur! Tí at eygu Harrans reika um allan heimin til tess at magna tey, sum av heilum huga eru við honum; býttliga hevur tú borið teg at; eftir hetta skal altíð ófriður ganga á teg!» Men Ása ilskaðist inn á síggjaran og setti hann fastan í fangahúsið; so illur varð hann av hesum. Um sama mundið fór Ása eisini illa við øðrum av fólkinum. Men søga Ása er annars frá upphavi til enda ritað í bókini um kongar Júda og Ísraels. Á tríatiunda og níggjunda ríkisári sínum varð Ása sjúkur í fótunum, og sjúkan versnaði í stórum; men heldur ikki í sjúkleika sínum søkti hann Harran, men læknarnar. Og Ása legðist til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði í fjørutiunda og fyrsta ríkisári sínum. Teir jarðaðu hann í teirri grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsborgini; og hann varð lagdur á líkbøru, sum fylt var við angandi urtum og roykilsi, tilbúgvið við alskyns smyrslum; og óføra mikið bál varð brent honum til heiðurs.
Sonur hans, Jósafat, tók nú ríkið eftir hann; hann vann sær mikið vald yvir Ísrael við at hava hermenn í øllum víggirdum borgum í Júda og seta varðmenn um alt Júda land og í teimum Efraims borgum, ið Ása, faðir hans, hevði tikið. Harrin var við Jósafati, av tí at hann gekk tær leiðir, sum Dávid, forfaðir hans, í fyrstuni hevði gingið, og leitaði ikki til Báalarnar, men leitaði til Guð faðirs síns og gekk eftir boðorðum hans og gjørdi ikki sum Ísrael. Tessvegna grundfesti Harrin kongsdømið fyri Jósafati; og allur Ísrael flutti honum gávur, so at honum ognaðist bæði eyður og æra. Og hann fekk dirvi til at ganga leiðir Harrans, so at hann eisini beindi fyri offurheyggjum og Ásjerustólpum Júda. Á triðja ríkisári sínum sendi hann høvdingar sínar Benhájil, Óbadja, Zekarja, Netánel og Mikaja til tess at kenna í Júdaborgum; saman við teimum vóru Levitarnir Sjemaja, Netanja, Zebadja, Ásael, Sjemiramot, Jónatan, Ádónija, Tóbija og Tób-Ádónija, Levitarnir og prestarnir Elisjáma og Jóram. Teir kendu í Júda og høvdu við sær lógbók Harrans, og teir ferðaðust um allar Júda borgir og kendu fólkinum. Ræðsla frá Harranum kom yvir øll ríki og lond, ið lógu kring um Júda, so at tey ikki tordu at leggja til bardaga við Jósafat. Av Filistum komu menn við gávum til Jósafats og góvu honum silvur í skatt; eisini Árábar fluttu honum smáfenað, sjey túsund og sjey hundrað veðrar og sjey túsund og sjey hundrað havrar. Soleiðis mentist Jósafat og vaks í mæti; og hann bygdi hallir og vistaborgir í Júda. Hann hevði nógvar vistir í Júda borgum, og í Jerúsalem hevði hann hermenn, reystar kappar. Her skulu teljast túsundhøvdingarnir eftir ættargreinum teirra: Av Júda: Adna høvdingi við trý hundrað túsund hetjum; honum næstur fylgdi Jóhanan høvdingi við tvey hundrað og áttati túsund monnum; honum næstur Ámasja Zikrison, ið sjálvboðin hevði gingið Harranum til handar, við tvey hundrað túsund hetjum. Og av Benjamini reystmennið Eljada við tvey hundrað túsund monnum, ið høvdu boga og skjøldur; honum næstur fylgdi Józabad við eitt hundrað og áttati túsund herbúnum monnum. Hesir vóru í tænastu kongs umframt teir, sum kongur hevði um allan Júda í teimum víggirdu borgunum.
Tá ið Jósafat hevði vunnið sær ovurmiklan eyð og heiður, bant hann mágskap við Ákab. Nøkur ár seinni fór hann til Ákabs í Sámáriu; tá læt Ákab slátra nøgdir av smalum og stórdýrum fyri honum og monnunum, ið við honum vóru, og teipaði hann síðan til at koma við og herja á Rámot í Gilead, tí at Ákab Ísraels kongur, spurdi Jósafat Júda kong: «Vilt tú koma við mær móti Rámot í Gilead?» Og hann svaraði honum: «Eg eins og tú og mítt fólk eins og títt fólk, eg skal fylgja tær í bardagan.» Framvegis segði Jósafat við Ísraels kong: «Gakk tú fyrst og vita, hvat Harrin sigur!» Tá savnaði Ísraels kongur profetarnar, fýra hundrað menn, og spurdi teir: «Skulum vær fara í hernað móti Rámot í Gilead ella ikki?» Teir svaraðu honum: «Far, tí at Guð vil geva hana upp í hendur kongs!» Men Jósafat mælti: «Er her eingin annar profetur Harrans eftir, sum kann spyrja Harran fyri okkum?» Ísraels kongur svaraði Jósafati: «Enn er ein eftir, sum vit mega lata leita ráð við Harran; men eg hati hann, av tí at hann ongantíð spáar mær gott, men altíð ilt; hann eitur Mika Jimlason.» Men Jósafat svaraði: «Soleiðis má kongur ikki siga!» Tá rópaði Ísraels kongur ein av hirðmonnunum og segði: «Far sum skjótast eftir Mika Jimlasyni!» Tessámillum sótu teir Ísraels kongur og Jósafat Júda kongur skreytbúnir hvør í sínum hásæti úti fyri borgarliði Sámáriu, meðan allir profetarnir spáaðu frammi fyri teimum. Tá gjørdi Zidkia Kenáanason sær horn av jarni og mælti: «So sigur Harrin: Við hesum skalt tú renna Áramitar um koll, til beint er fyri teimum!» Allir hinir profetarnir spáaðu á sama hátt og søgdu: «Far tú móti Rámot í Gilead; eydnan man tær fylgja, og Harrin vil geva hana upp í hendur kongs!» Sendimaðurin, ið farin var eftir Mika, segði við hann: «Sí, nú hava allir profetarnir boðað kongi eydnu; ger tú nú sum teir og boða honum eisini eydnu!» Men Mika svaraði: «So satt sum Harrin livir, vil eg einans tala tað, sum Guð mín sigur!» Tá ið hann kom til kongin, mælti kongur við hann: «Mika, skulum vær fara í hernað móti Rámot í Gilead, ella skulum vær ikki?» Hann svaraði: «Farið, tí at eydnan skal fylgja tykkum, og teir skulu verða givnir upp í hendur tykkara!» Men kongur svaraði honum: «Hvussu leingi skal eg leggja tær dýrt við, at tú sigur mær sannleikan í navni Harrans?» Tá mælti hann: «Eg sá allan Ísrael spjaddan um fjøllini eins og seyð, ið ongan hirða hevur; og Harrin segði: Hesi hava ongan harra; fari tey í friði heim aftur til sín sjálvs!» Tá mælti Ísraels kongur við Jósafat: «Er nú ikki, sum eg sigi tær? Hann spáar mær einki gott, men einans ilt!» Tá segði Mika: «Hoyrið tá orð Harrans: Eg sá Harran sita í hásæti sínum og allan her himinsins standa honum til høgru og vinstru handar; Harrin mælti: Hvør vil fara og teipa Ákab, Ísraels kong, so at hann fer móti Rámot í Gilead og fellur har? Ein segði nú hetta og ein annar hatta. Tá gekk fram andi og tók støðu frammi fyri Harranum og mælti: Eg vil fara og teipa hann! Harrin spurdi hann: Við hvørjum? Hann svaraði: Eg vil fara og vera lygiandi í munninum á øllum profetum hansara! Tá segði Harrin: Ja, tú manst vera førur fyri at teipa hann; far tú og ger tað! Soleiðis hevur nú Harrin lagt lygianda í munnin á hesum profetum tínum, tí at Harrin hevur lagað tær ógævu!» Tá gekk Zidkia Kenáanason fram, sló Mika undir vangan og mælti: «Hvønn veg skuldi andi Harrans verið farin frá mær til tess at tala við teg?» Men Mika svaraði: «Tað manst tú fáa at síggja tann dag, tá ið tú flýggjar úr einum herberginum í annað til tess at krógva teg!» Tá segði Ísraels kongur: «Takið Mika og fáið Ámoni borgarstjóra og Jóasji kongssyni hann upp í hendur og sigið: So býður kongur: Setið henda mann fastan í myrkustovu og gevið honum skamtað breyð og vatn, hagar til eg komi aftur í øllum góðum!» Tá mælti Mika: «Kemur tú aftur í øllum góðum, tá hevur Harrin ikki talað við mær!» Og hann mælti: «Hoyrið hetta allar tjóðir!» Síðan fóru teir Ísraels kongur og Jósafat móti Rámot í Gilead. Og Ísraels kongur segði við Jósafat: «Eg vil fara í dularbúna og ganga í orrustuna; men ver tú í tínum vanligu klæðum!» Tá læt Ísraels kongur seg í dularbúna, og gingu teir síðan í orrustuna. Men Árams kongur hevði boðið vagnliðshøvdingum sínum: «Tit mega ongan berjast við, hvørki háan ella lágan, uttan eina Ísraels kong.» Tá ið vangliðshøvdingarnir sóu Jósafat og hildu hann vera Ísraels kong, tá ráddust teir á hann úr øllum ættum; men Jósafat skar í róp, og Harrin hjálpti honum, við tað at Guð teipaði teir burtur frá honum. Men tá ið vagnliðshøvdingarnir sóu, at tað ikki var Ísraels kongur, lættu teir av at elta hann. Og einhvør maður, ið legði ørv á strong og skeyt av handahógvi, rakti Ísraels kong inn ímillum brynjuskoytini; tá mælti hann við vagnsvein sín: «Vend aftur og før meg út úr orrustuni, tí at eg eri særdur!» Men orrustan harðnaði í hvørjum henda dagin, og Ísraels kongur helt sær á fótum í vagni sínum ímóti Áramitum alt at kvøldi; men tá ið sól fór vil viða, andaðist hann.
Men Jósafat, Júda kongur, kom í øllum góðum heim aftur til Jerúsalem. Tá gekk Jehu síggjari Hánanison inn fyri Jósafat kong og segði við hann: «Hjálpir tú gudloysingum og elskar tú teir, ið hata Harran? Fyri hetta liggur vreiði Harrans yvir tær. Tó er funnið nakað gott við tær, tí at tú hevur oytt úr landinum Ásjerustólparnar og snúð hjarta tínum til at søkja Harran.» Jósafat dvaldi nú bil í Jerúsalem. Síðan fór hann at ferðast um hjá fólkinum frá Beersjebu og alt at Efraims fjøllum og beindi teimum aftur til Harrans, Guðs fedra teirra. Hann skipaði eisini dómarar um alt landið í hvørji borg av teim víggirdu borgunum í Júda. Og hann segði við dómararnar: «Ansið eftir, hvat tit gera; tí at ikki eru tit dómarar í umboði manna, men Harrans, og hann er hjá tykkum í dóminum. Veri tí ótti Harrans yvir tykkum, og verið tit varnir í verkum tykkara, tí at hjá Harranum, Guði várum, er eingin órættur, hann ger ongan mannamun og tekur ikki við mutri!» Eisini í Jerúsalem skipaði hann nakrar Levitar og prestar og ættarhøvdingar av Ísrael til at greina dómar Harrans og døma í rættartrætum hjá Jerúsalembúgvum. Og hann beyð teimum og segði: «Soleiðis skulu tit fara fram í ótta Harrans av sonnum og reinmeintum huga: Hvørja ferð brøður tykkara, sum búgva í borgum tykkara, koma við rættartrætu fram fyri tykkum, hvørt tað er blóðsekt, lógir, boð, fyriskipanir, tá skulu tit vara teir við, so at teir ikki verða sekir fyri Harranum, og so at vreiði kemur ikki yvir tykkum og brøður tykkara. Soleiðis skulu tit fara fram, til tess at tit ikki verða sekir. Men Ámarja høvuðsprestur skal vera oddamaður tykkara í øllum málevnum Harrans, og Zebadja Jisjmaelsson, høvdingi Júdaættar, í øllum málevnum kongs, og undir tykkum skulu tit hava levitiskar umsjónarmenn. Farið nú fúsir til starvið; Harrin vil vera við hvørjum einum, ið rættiligur er.»
Síðan hendi tað, at Móabitar og Ammonitar saman við monnum frá Máon fóru móti Jósafati til bardaga. Tá komu menn til Jósafats við hesum tíðindum: «Ovurmikil mannfjøld kemur ímóti tær handanfrá yvir havið, úr Edóm, og eru teir longu í Házazon-Támar, tað er En-Gedi!» Nú kom ræðsla á Jósafat, og hann tók at leita til Harrans og læt boða føstu um allan Júda. Tá savnaðust teir saman úr Júda til tess at leita sær hjálp hjá Harranum, ja, úr øllum Júda borgum komu teir til tess at søkja Harran. Men Jósafat gekk fram í savnaði Júda og Jerúsalem í húsi Harrans ábeint hinum nýggja forgarðinum og mælti: «Harri, Guð fedra vára, ert tú ikki Guð á himni, og valdar tú ikki øllum ríkjum heidninganna? Í tíni hond er máttur og megi, og móti tær kann eingin standast! Var tað ikki tú, Guð vár, sum rak íbúgvarnar í hesum landi undan Ísrael, fólki tínum, og gav eftirkomarum Ábrahams, vinar tíns, landið um allar ævir? Teir settust niður her og bygdu tær halgidóm her fyri navni tínum og søgdu: Um ógæva gongur á okkum, svørð, revsidómur, drepsótt ella hallár, tá viljum vær koma fram fyri hetta hús, fram fyri ásjón tína, tí at navn títt er í hesum húsi, og vær viljum rópa til tín í neyðum, at tú mást hoyra og hjálpa! Her eru nú Ammonitar, Móabitar og Se'irsbúgvar, sum tú ikki loyvdi Ísraels monnum at leypa á, tá ið teir komu úr Egyptalandi, men teir hildu seg frá teimum og oyddu teir ikki – hygg nú, hvussu teir løna okkum tað við at koma og reka okkum burtur av teirri jørð, sum tú lætst okkum ognast! Guð vár, vilt tú tá ikki lata dóm ganga yvir teir? Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!» Meðan nú allir Júda menn stóðu frammi fyri Harranum saman við smábørnum, konum og sonum sínum, kom har í miðjum savnaðinum andi Harrans yvir Jeháziel Levita, son Zekarja, Benajasonar, Jeielsonar, Mattanjasonar, ein av Ásafs eftirkomarum, og hann mælti: «Gevið ljóð allir Júda menn, Jerúsalembúgvar og Jósafat kongur! So sigur Harrin við tykkum: Óttist ikki og skelvið ikki fyri hesi miklu mannfjøld; tí at orrustan er ikki tykkara, men Guðs! Farið í morgin ímóti teimum; teir eru á veg niðan brekkuna móti Hazziz, og har hitta tit teir í dalsmunnanum eystanvert við Jeruels oyðimørk. Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bert fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum, tit Júda menn og Jerúsalembúgvar; óttist tí ikki, men farið ekkaleysir í morgin ímóti teimum, tí at Harrin skal vera við tykkum!» Tá fell Jósafat fram á ásjón sína til jarðar, og allir Júda menn og Jerúsalembúgvar nigu fyri Harranum til tess at tilbiðja Harran. Men Levitarnir, sum vóru eftirkomarar Kehatita og Kóraita, stóðu og lovaðu Harranum, Ísraels Guði, við harðari rødd. Og snimma morgunin eftir hildu teir út ímóti Tekóa reyni; og meðan teir fóru avstað, gekk Jósafat fram og mælti: «Hoyrið meg, Júda menn og Jerúsalembúgvar: Havið trúgv á Harran, Guð tykkara, so skulu tit standast; og troystið á profetar hans, tá skal eydnan fylgja tykkum!» Síðan ráðførdi hann seg við fólkið og skipaði Harranum sangarar, sum skuldu syngja í heilagum skrúði, meðan teir gingu út undan hermonnunum: «Lovið Harranum, tí at miskunn hans varir um ævir!» Men í somu løtu sum teir byrjaðu fagnaðarrópið og lovsongin, læt Harrin loyniliggjarar ráðast á Ammonitar, Móabitar og Se'irsbúgvar, sum komu móti Júda, so at teir fingu ósigur. Ammonitar og Móabitar løgdust nú á teir úr Se'irs fjallalandi til tess at týna og oyða teir, og tá ið teir høvdu gjørt enda á teimum úr Se'ir, tóku teir at týna hvør annan. Tá ið nú Júda menn komu niðan á sýnina og litu út um reynið eftir teirri miklu mannfjøld, sí, tá lógu lík teirra har á jørðini; eingin hevði komist undan. Jósafat kom nú við monnum sínum til tess at ræna av herfangi teirra; og so nógv av fenaði, ognum og klæðum og dýrum gripum funnu teir, at teir bjargaðu meira, enn teir kundu bera; tríggjar dagar vóru teir um at ræna herfangið; so stórt var tað. Fjórða dagin savnaðust teir í Berakadali; tí at har lovaðu teir Harranum; tessvegna eitur tann staður Lovgerðardalur enn í dag. Síðan snúðust allir Júdamenn og Jerúsalembúgvar heim aftur við Jósafati á odda, og teir komu fegnir aftur til Jerúsalem, tí at Harrin hevði veitt teimum fagnað yvir fíggindum teirra. Og teir hildu inn í Jerúsalem, í hús Harrans við hørpum, gígum og lúðrum. Men ræðsla frá Guði kom yvir allar heidningatjóðirnar, tá ið tað frættist, at Harrin hevði barst móti fíggindum Ísraels. Friður valdaði nú í ríki Jósafats; tí at Guð hansara læt allar grannar binda frið við hann. Jósafat var tríati og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur yvir Júda, og hann sat í tjúgu og fimm ár sum kongur í Jerúsalem. Móðir hansara æt Ázuba Sjilhidóttir. Hann steig í fótaspor Ása, faðirs síns, og veik ikki frá teimum, við tað at hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans. Tó vórðu offurheyggjarnir enn ikki avtiknir, og enn hevði fólkið ikki snúð hjarta sínum til Guðs fedra teirra. Tað, sum meira er at siga um Jósafat frá upphavi til enda, er jú ritað í søguni hjá Jehu Hánanisyni, sum tikin er upp í bókina um Ísraels kongar. Eftir hetta bant Jósafat, Júda kongur, felag við Áhazja, Ísraels kong, ið hevði so gudleysa atferð. Hann gekk í felag við hann um tað at byggja skip, ið fara skuldu til Tarsis; í Ezjon-Geber lótu teir skipini byggja. Men Eliezar Dódavahusson úr Máresja spáaði móti Jósafati og segði: «Fyri at tú bant felag við Áhazja, skal Harrin gera fyritøku tína til einkis!» Og skipini fórust og komu ikki vegin fram til Tarsis.
Síðan legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsborgini. Og Jóram, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Hann átti brøður – synir Jósafats: Ázarja, Jehiel, Zekarja, Ázarjahu, Mikael og Sjefatja; allir hesir vóru synir Jósafats Júda kongs. Faðir teirra hevði givið teimum miklar gávur í silvuri og gulli og skartgripum og hartil víggirdar borgir í Júda. Men Jórami gav hann kongsdømið, av tí at hann var frumgitin. Men tá ið Jóram hevði fingið undir seg ríki faðirs síns og grundfest veldi sítt, drap hann allar brøður sínar og somuleiðis nakrar av høvdingum Ísraels. Jóram var tríati og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat átta ár sum kongur í Jerúsalem. Hann steig í fótaspor Ísraels konga, eins og Ákabs ætt hevði gjørt; tí at hann hevði tikið sær dóttur Ákabs til konu; og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans. Tó vildi Harrin ikki avoyða Dávids ætt, av tí at hann hevði gjørt sáttmála við Dávid og hevði heitt honum, at hann og eftirkomarar hans altíð skuldu hava lampu. Á hansara døgum slitu Edómitar seg leysar undan yvirvaldi Júda og kjósaðu sær sjálvir kong. Tá fór Jóram við øllum hervagnum sínum yvir til Záir; og um náttina fór hann upp við øllum vagnliðshøvdingum sínum og breyt sær slóð gjøgnum fylking Edómita, sum høvdu gjørt manngarð um hann. Soleiðis sleit Edóm seg leysan undan yvirvaldi Júda, eins og enn er í dag; um sama leitið sleit eisini Libna seg leysa undan yvirvaldi hans, av tí at hann hevði sagt burtur Harran, Guð fedra sína. Eisini hann bygdi offurheyggjar í Júda borgum og tøldi Jerúsalembúgvar til at dýrka skurðgudar og vilti Júda av leið. Tá fekk hann bræv frá Elia profeti soljóðandi: «So sigur Harrin, Guð Dávids, forfaðirs tíns: Av tí, at tú ikki steigst í fótaspor faðirs tíns og í fótaspor Ása Júda kongs, men steigst í fótaspor Ísraels konga, sum tøldu Júda og Jerúsalembúgvar til at dýrka skurðgudar, eins og Ákabs ætt hevði gjørt, og at tú eisini drapst brøður tínar, ættarmenn tínar, ið vóru betri enn tú, sí, tí skal Harrin lata mikla ógævu koma yvir fólk títt, børn tíni og konur tínar og alt, sum tú eigur; og sjálvur skalt tú leggjast sjúkur av indrasótt, so at indur tíni loksins hanga úti av sjúkuni!» Og Harrin østi Filistar og Árábar, teir, ið búðu næstir Blálendingum, upp ímóti Jórami, so at teir fóru herferð móti Júda, brutust inn og rændu alt, sum fanst í kongsins høll, eisini børn og konur hans; eingin av sonum hans var eftir uttan Jóahaz, yngsti sonur hans. Og oman á alt hetta sló Harrin hann við ógrøðandi indrasjúku. Tá ein tíð var umliðin, okkurt um tvey ár, tá duttu indrini út úr honum av sjúkuni, og hann doyði eftir mikla pínu. Men fólk hansara brendu einki bál honum til heiðurs eins og fedrum hans. Hann var tríati og tvey ára gamal, tá hann varð kongur; og hann sat átta ár sum kongur í Jerúsalem; eingin saknaði hann, tá ið hann var farin. Teir jarðaðu hann í Dávidsborgini, tó ikki í kongagrøvunum.
Jerúsalembúgvar tóku nú Áhazja, yngsta son hans, til kong eftir hann; tí at ránsmannaflokkurin, ið saman við Árábunum var komin inn í herbúðirnar, hevði dripið allar hinar eldru. Soleiðis varð Áhazja Jóramsson kongur av Júda. Áhazja var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti eitt ár í Jerúsalem. Móðir hansara æt Átalja Omridóttir. Eisini hann steig í fótaspor Ákabs ættar, tí at móðir hans fekk við ráðum sínum tølt hann út í gudloysi. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans eins og ættarmenn Ákabs, tí at eftir deyða faðirs hans vórðu teir ráðgevar hansara – sjálvum honum til skaða. Eftir teirra ráðum var tað eisini, at hann fór herferð við Jórami Ákabssyni, Ísraels kongi, móti Házael, Árams kongi, til Rámot í Gilead. Men Áramitar særdu Jóram. Síðan vendi Jóram aftur til tess at leita sær heilsubót í Jizreel fyri tey sár, sum hann hevði fingið við Ráma, tá ið hann bardist við Házael, Árams kong. Og Áhazja Jóramsson, Júda kongur, fór oman at vitja Jóram Ákabsson, av tí at hann lá sjúkur. Men tað var eftir Guðs ráði, at Áhazja skuldi fara at vitja Jóram sjálvum sær til undirgangs; tí at tá ið hann var komin hagar, fór hann saman við Jórami móti Jehu Nimsjisyni, sum Harrin hevði salvað til at avoyða Ákabs ætt. Og tá ið Jehu útinti dómin yvir Ákabs ætt, hitti hann Júda høvdingar og brøðrasynir Áhazja, sum vóru í tænastu hjá Áhazja, og læt drepa teir. Síðan læt hann leita eftir Áhazja; men teir funnu hann í Sámáriu, har hann hevði krógvað seg, og varð hann tá fingin Jehu, sum læt drepa hann. Og teir jarðaðu hann, tí at teir søgdu: «Hann var tó sonur Jósafats, ið søkti Harran av øllum sínum hjarta.» Men av Áhazja ætt var eingin eftir, sum var førur at taka við kongsdømi. Men tá ið Átalja, móðir Áhazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, fór hon undir at týna øll, sum vóru av kongsætt í Júda. Tá tók Jósjabat, kongsdóttir, Jóas Áhazjason og fekk hann loyniliga burtur frá kongssonunum, ið lívið skuldu týna; og hon fjaldi hann og fostru hans í svøvnhúsinum; soleiðis krógvaði Jósjabat, dóttir Jórams kongs, kona Jójada prests, hon, sum jú var systir Áhazja, hann fyri Átalju, so at hon fekk ikki dripið hann. Og tey høvdu hann fjaldan í húsi Guðs í seks ár, meðan Átalja hevði ræðið í landinum.
Men á sjeynda ári herdi Jójada hugin og gjørdi bandalag við hundraðhøvdingarnar, við Ázarja Jeróhamsson, Jisjmael Jóhanansson, Ázarja Óbedsson, Máaseja Ádajason og Elisjafat Zikrisson. Teir fóru um í Júda og fingu saman Levitarnar úr øllum Júda borgum og Ísraels ættarhøvdingar; og tá ið teir komu aftur til Jerúsalem, gjørdi allur savnaðurin sáttmála við kong í húsi Guðs. Og Jójada segði við teir: «Hetta er kongssonurin, ið kongur skal vera eftir tí heiti, sum Harrin hevur givið um synir Dávids! Og soleiðis skulu tit nú gera: Tann triðingurin av tykkum prestum og Levitum, ið taka skal við tænastu á hvíludegnum, skal standa við dyrnar sum varðhald, annar triðingurin skal standa við kongshøllina og hin triði við Jesodliðið; men almúgan skal standa í forgørðum hús Harrans. Men eingin má koma inn í hús Harrans uttan prestarnir og teir Levitar, ið gera tænastu; teir mega ganga inn, tí at teir eru halgaðir; men alt hitt fólkið skal halda seg eftir forskriftum Harrans. Levitarnir skulu allir vápnaðir fylkjast um kong, og hvør, ið trokar seg fram at templinum, skal týna lívið. Soleiðis skulu teir vera hjá kongi, bæði tá ið hann fer inn, og tá ið hann fer út.» Levitarnir og allir Júda menn gjørdu nú alt tað, sum Jójada prestur hevði boðið, við tað at teir tóku menn sínar, bæði teir, sum skuldu taka við, og teir, sum skuldu ganga frá tænastuni á hvíludegnum; tí at Jójada prestur gav ikki varðflokkunum heimloyvi. Og Jójada prestur fekk hundraðhøvdingunum spjótini og hinar smáu og stóru skildirnar, sum Dávid kongur hevði átt, og sum vóru í húsi Guðs. Síðan fylkti hann alt fólkið kring um kong, hvønn ein við spjóti í hendi, frá sunnaru síðu tempulsins alt at norðursíðuni og frá altarinum yvir at templinum. Nú leiddu teir fram kongssonin og settu á hann krúnuna, fingu honum vitnisburðin og tóku hann til kong; men Jójada og synir hansara salvaðu hann og rópaðu: «Kongur livi!» Men tá ið Átalja hoyrdi rómin frá fólkinum, ið rann og fagnaði kongi við gleðirópum, fór hon út til fólkið í húsi Guðs; og har sá hon kongin standa við súlu sína við inngongdina og allar høvuðsmenninar og lúðrasveinarnar har hjá, meðan øll mannamúgvan fagnandi blásti í hornini, og sangararnir við ljóðførum sínum skipaðu lovsonginum; tá skræddi Átalja klæði síni og rópaði: «Svikræði! Svikræði!» Men Jójada prestur beyð hundraðhøvdingunum, oddamonnum hersins, at leiða hana út um forgarðin og jarðleggja við svørði hvønn, sum vildi fylgja henni; «tí at ikki mega tit drepa hana í húsi Harrans,» hevði presturin sagt. Síðan løgdu teir hond á hana, og tá ið teir vóru komnir við henni út um rossaliðið at kongshøllini, drópu teir hana. Men Jójada gjørdi sáttmála millum sín og alt fólkið og kong, at tey skuldu vera fólk Harrans. Síðan helt alt fólkið inn í Báalstemplið og breyt tað niður; altar og gudamyndir sorlaðu teir, og Mattan, prest hjá Báali, drópu teir fyri altarunum. Og Jójada setti varðmenn við hús Harrans við prestunum og Levitunum á odda, sum av Dávidi høvdu fingið umsjón við húsi Harrans til tess at frambera brennioffur Harrans, eins og ritað er í Móselóg – við fagnaði og songi – eftir fyriskipanum Dávids. Og hann setti duravørðir við liðini á húsi Harrans, til tess at eingin, sum á nakran hátt var óreinur, skuldi sleppa inn; og hann tók hundraðhøvdingarnar og tignarmenninar og fólksins oddamenn og alla mannamúgvuna í landinum og leiddi kong oman úr húsi Harrans; og tá ið teir vóru komnir um ovara lið inn í kongshøllina, settu teir kong í kongshásætið. Tá fegnaðist mannamúgvan í landinum, og borgin stilnaðist. Men Átalju drópu teir við svørði.
Jóas var sjey ára gamal, tá ið hann varð kongur; fjøruti ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hans æt Zibja og var úr Beersjebu. Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, so leingi sum Jójada prestur livdi. Jójada tók honum tvær konur, og hann gat synir og døtur. Eftir hetta kom Jóasi til hugs at væla um hús Harrans; og hann stevndi saman prestunum og Levitunum og segði við teir: «Farið um í Júda borgum og savnið fæ úr øllum Ísrael til tess at væla um hús Guðs tykkara, tað, sum tørvar á hvørjum ári, og fáið hetta sum skjótast upp í lag!» Men Levitarnir løgdu tó einki í at bera skjótt at. Tá boðsendi kongur Jójada høvuðspresti og segði við hann: «Hví hevur tú ikki lagt Levitunum eina við at heimta úr Júda og Jerúsalem tann avskurð, sum Móses, tænari Harrans, álegði savnaði Ísraels til vitnisburðartjaldið? Tí at hatta illkvendið Átalja og synir hennara hava brotist inn í hús Guðs og hava hartil oytt upp á Báalarnar halgigávurnar í húsi Harrans.» Eftir boði kongs varð nú kista gjørd og sett uttanvert við liðið á húsi Harrans; og síðan varð tað kunngjørt í Júda og Jerúsalem, at tann avskurður, sum Móses, tænari Guðs, hevði álagt Ísrael í oyðimørkini, skuldi verða latin Harranum til handar. Høvdingarnir komu nú glaðir og somuleiðis fólkið alt við avskurðinum og løgdu í kistuna, til hon var full. Og hvørja ferð Levitarnir sóu, at nógv fæ var í kistuni, bóru teir hana til umsjónarmenn kongs; ritari kongs og umsjónarmaður hjá høvuðsprestinum komu tá og tømdu kistuna og settu hana síðan aftur á stað sín; soleiðis gjørdu teir ferð eftir ferð og savnaðu ørgrynnu av fæ. Kongur og Jójada lótu tað upp í hendurnar á verkstjórunum fyri umvælingarstarvinum við hús Harrans; og teir leigaðu síðan steinhøggarar og træsmiðir til at bøta um hús Harrans og somuleiðis jarnsmiðir og koparsmiðir til at væla um hús Harrans. Teir, ið vóru fyri starvinum, fóru nú undir verkið, og væl leið eftir; teir bygdu hús Guðs eftir tí máti, tað átti at hava, og gjørdu tað sterkt. Tá ið teir vóru lidnir, fluttu teir kongi og Jójada tað, sum eftir var av fænum; av tí vórðu gjørd amboð húsi Harrans til handar, amboð, sum vórðu nýtt við tænastuna og ofringarnar, bæði skálir og ker av gulli og silvuri. Og teir frambóru støðugt brennioffur í húsi Harrans, so leingi sum Jójada livdi. Men Jójada andaðist gamal og mettur av døgum; hann var eitt hundrað og tríati ára gamal, tá hann doyði. Og teir jarðaðu hann í Dávidsborgini hjá kongunum, av tí at hann hevði gjørt væl móti Ísrael og móti Guði og húsi hans. Men tá ið Jójada var deyður, komu Júda høvdingar og bóru upp bønir fyri kongi, og kongur eftirlíkaði teimum. Tá havnaðu teir húsi Harrans, Guðs fedra teirra, og fóru at dýrka Ásjerustólpar og gudamyndir, so at vreiði kom yvir Júda og Jerúsalem fyri hesa søk teirra. Og hann sendi profetar millum teirra til at beina teir aftur til Harrans og vara teir við; men teir góvu tí ongan geym. Tá klæddi seg andi Guðs í Zekarja, son Jójada prests, og hann steig fram fyri fólkið og mælti: «So sigur Guð: Hví bróta tit boðorð Harrans og gera tykkum eydnuleysar? Av tí, at tit siga Harran burtur, hevur eisini hann sagt tykkum burtur!» Men teir svóru seg saman ímóti honum og grýttu hann til bana eftir boðum kongs í forgarði hús Harrans. Jóas kongur mintist ikki á tann kærleikan, ið Jójada, faðir hans, hevði sýnt honum, men læt sonin drepa. Men í deyðastundini rópaði hann: «Harrin sær og hevnir!» Men tá ið árið var umliðið fór Áramita herur ímóti honum; teir brutust inn í Júda og Jerúsalem og oyddu av fólkinum allar høvdingar tess og sendu konginum av Damaskus allan ránsfongin, sum teir tóku. Og tó at Áramitar komu við fámentum heri, gav Harrin ovurmiklan her upp í hendur teirra, aftur fyri at teir høvdu sagt burtur Harran, Guð fedra sína. Soleiðis lótu teir revsidóm ganga yvir Jóas. Tá ið teir fóru frá honum – teir lótu hann eftir í svárari pínu – tá gjørdu tænarar hansara samansvørjing ímóti honum, aftur fyri at hann hevði dripið sonin hjá Jójada presti, og teir drópu hann, meðan hann lá í rekkju síni. Soleiðis doyði hann, og teir jarðaðu hann í Dávidsborgini, tó ikki í kongagrøvunum. Hesir vóru teir, ið svóru seg saman ímóti honum: Zákar, sonur Sjimatar hinnar ammonitisku, og Józabad, sonur Sjimritar hinnar móabitisku. Um synir hans og um alt tað, sum spáað var ímóti honum, og um hvussu hann gjørdi aftur hús Guðs frá grund, er jú ritað í útlegging kongabókarinnar. Og Ámazja, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Alt Júda fólk tók tá Uzzia, sum bert var sekstan vetra gamal, og gjørdi hann til kong eftir Ámazja, faðir hans; tað var hann, sum víggirdi Elot og vann hana aftur undir Júda, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum. Uzzia var sekstan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og fimmti og tvey ár ríkti hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Ámazja, faðir hans, hevði gjørt; trúliga søkti hann Guð, so leingi sum Zekarja, ið hevði kent honum gudsótta, var á lívi; og so leingi sum hann søkti Harran, gav Guð honum eydnu. Hann fór herferð móti Filistum og breyt niður borgargarðarnar í Gát, Jabne og Asdod; hann reisti borgir í Asdods umdømi og aðrastaðni í Filistalandinum. Guð hjálpti honum móti Filistunum og móti Árábunum, sum búðu í Gur-Báal, og móti Meunitunum. Ammonitar guldu eisini Uzzia skatt, og ágiti hans barst alt til Egyptalands, tí at vald hans varð ovurmikið. Uzzia bygdi torn í Jerúsalem við hornaliðið, við dalsliðið og í hornum borgargarðsins og víggirdi tey. Hann bygdi eisini torn í oyðimørkini og læt høgga út nógvar brunnar, tí at hann átti miklar fæflokkar bæði á láglendinum og á fjallaslættanum og eisini akurmenn og víngarðsmenn á fjøllunum og á fruktagóðum lendi, tí at hann hevði miklan áhuga fyri landbúnaði. Uzzia átti vígbúnan her, ið gjørdi hertænastu í flokkum eftir tí tali, sum Jeuel ritari og Máaseja tilsjónarmaður høvdu kannað undir umsjón Hánanja, ein av høvdingum kongs. Talið á øllum køppunum, ið vóru ættarhøvdingar, var tvey túsund og seks hundrað. Undir teimum stóð herur av trý hundrað og sjey túsund og fimm hundrað monnum, ið gjørdu hertænastu av øllum alvi til tess at veita kongi hjálp móti fíggindunum. Uzzia búði allan herin út við skjøldrum og spjótum, hjálmum, brynjum, bogum og sleingisteinum. Uppi á tornunum og á borgargarðshornunum í Jerúsalem læt hann gera snildislig væl, ið skutu avstað ørvar og stórar steinar. Navnfremi hansara barst til fjarløgd lond; tí at á undursaman hátt varð hann hjálptur, so at vald hans varð ovurmikið. Men tá ið hann hevði fingið hetta mikla vald, tá varð hjarta hans hástórt og elvdi mikið ilt, so at hann í ólýdni móti Harranum, Guði sínum, fór inn í tempul Harrans og brendi roykilsi á roykilsisaltarinum. Men Ázarja prestur helt aftan á hann og við honum áttati dirvismiklir prestar Harrans, og teir stigu upp ímóti Uzzia kongi og søgdu við hann: «Tað er ikki givið tær, Uzzia, at kveikja roykilsi fyri Harranum, men einans prestunum, sonum Árons, ið vígdir eru til tess. Far út úr halgidóminum, tí at tú hevur slitið trúnað, og ikki verður tað tær til heiðurs fyri Harranum Guði!» Men øði kom í Uzzia, har hann stóð við roykilsiskeri í hond til reiðar at ofra roykilsi; og meðan hann oysti sína vreiði út yvir prestarnar, breyt líktrá út á enni hans, har hann stóð við altarið frammi fyri prestunum í húsi Guðs. Og tá ið Ázarja høvuðsprestur og allir prestarnir litu at honum, sóu teir, at hann var líktráur á enninum; síðan róku teir hann út haðan; og ikki var hann sjálvur seinur at sleppa sær út, av tí at Harrin hevði sligið hann. Síðan var Uzzia kongur líktráur til deyðadags, og tó at hann var líktráur, fekk hann loyvi til at búgva í høllini, men slapp ikki inn í hús Harrans. Jótam, sonur hans, ráddi fyri kongshøllini og dømdi fólkið í landinum. Men tað, sum meira er at siga um Uzzia, hevur Jesaja Ámozson profetur ritað frá upphavi til enda. Síðan legðist Uzzia til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hans, har sum grevsturin hjá kongunum var, av tí at teir høvdu í huga, at hann var líktráur. Og Jótam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Jótam var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár. Móðir hans æt Jerúsja Zádoksdóttir. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Uzzia, faðir hans, hevði gjørt; hann kom ikki inn í tempul Harrans, men atferð fólksins var ring við sama lag. Tað var hann, sum bygdi ovara lið á húsi Harrans og læt nógv gera við Ófelborgargarð. Hann reisti borgir í Júda fjallalandi og bygdi í skógunum hallir og torn. Hann bardist við Ammonitakongin og varð við yvirlutan, so at Ammonitar tað árið guldu honum hundrað talentir av silvuri, tíggju túsund kor av hveiti og tíggju túsund kor av byggi; tað sama guldu Ammonitar honum annað árið og triðja árið við. Soleiðis megnaðist Jótam í hvørjum, av tí at hann gekk støðugt fyri ásjón Harrans, Guðs síns. Tað, sum meira er at siga um Jótam, um allar bardagar hans og alt, sum hann hevðist at, tað er jú ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda. Hann var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í sekstan ár. Og Jótam legðist til hvíldar hjá fedrum sínum; hann varð jarðaður í Dávidsborgini, og Ákaz, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár; hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, soleiðis sum Dávid, forfaðir hans, heldur steig hann í fótaspor Ísraels konga; ja, hann læt eisini gera Báalunum stoyptar gudamyndir. Hann kyndi offureld í Hinnomssonardali, læt synir sínar ganga gjøgnum eldin og fór soleiðis at á sama andstyggiliga hátt sum tær tjóðir, ið Harrin hevði rikið burtur undan Ísraelitunum. Hann bar fram sláturoffur og roykilsisoffur á offurheyggjunum, á hæddunum og undir hvørjum grønum træi. Tí gav Harrin, Guð hans hann upp í hendur Árams kongs, so at Áramitar vunnu á honum sigur og hertóku nógv av fólki hans og høvdu tað aftur við sær til Damaskusar; eisini varð hann givin upp í hendur Ísraels kongs, ið vann á honum miklan sigur. Og í Júda vá Peka Remaljason eitt hundrað og tjúgu túsund mans á einum degi, allir reystir kappar, tí teir høvdu sagt burtur Harran, Guð fedra sína. Og Zikri, kappi úr Efraim, drap kongssonin Máasjeja og hallarstjóran Azrikam og Elkana, ið gekk næstur kongi. Ísraels menn hertóku av brøðrum sínum tvey hundrað túsund konur, synir og døtur og rændu somuleiðis frá teimum miklan herfong og høvdu tað við sær til Sámáriu. Men har var profetur Harrans, Óded nevndur at navni; hann fór út ímóti herinum, ið var á heimveg til Sámáriu, og hann mælti við teir: «Sí, av tí at Harrin, Guð fedra tykkara, reiddist inn á Júda menn, gav hann teir upp í hendur tykkara; men tit drópu teir í tílíkari øði, sum røkk til himins; og nú hugsa tit um at níva Júda menn og Jerúsalembúgvar undir tykkum og gera teir til trælir og trælkvendi tykkara; men hava tit ikki nóg mikla syndasekt á tykkum við Harran, Guð tykkara? Hoyrið tí meg og latið fólkið, sum tit hava hertikið frá brøðrum tykkara, sleppa heim aftur, tí at brennandi vreiði Harrans er yvir tykkum!» Tá risu nakrir av oddamonnum Efraimita, Ázarja Jóhanansson, Berekja Mesjillemotsson, Hizkia Sjallumsson og Ámasa Hadlaison, upp ímóti teimum, ið komnir vóru úr hernaðinum, og søgdu við teir: «Tit koma ikki higar við fangunum! Tit hava í huga at økja um syndir okkara, nøra um ta sekt, sum vit longu hava á okkum við Harran. Tí at mikil er sekt vár, og brennandi vreiði er yvir Ísrael!» Herfólkið slepti tá fangunum og herfonginum, meðan høvdingarnir og allur savnaðurin stóðu hjá, og hinir áðurnevndu menninir tóku at sær fangarnar; teir tóku burtur av herfonginum og klæddu allar, sum naknir vóru teirra millum; umframt tað góvu teir teimum klæði og skógvar, mat og drekka og salvaðu teir; og teir, sum ikki vóru mentir at ganga, settu teir á asnabak og fluttu teir aftur til Jeriko, pálmaborgina, til brøður teirra. Síðan snúðust teir aftur til Sámáriu. Um hetta mundið sendi Ákaz kongur Assýriu kongi boð um at koma og hjálpa sær; tí at umframt annað vóru Edómitar komnir og høvdu vunnið sigur av Júda monnum og flutt fangar burtur. Og Filistar ráddust á borgirnar á láglendinum og á suðurlandi Júda og tóku Bet-Sjemes, Ajjalon, Gederot og Sóko og bygdirnar kring hana, Timna og bygdirnar kring hana, Gimzo og bygdirnar kring hana og settust niður har. Tí at Harrin vildi eyðmýkja Júda fyri Ákazar, Júda kongs, skuld, av tí at hann hevði framt siðloysi í Júda og verið mikið trúleysur móti Harranum. Men Tillegat-Pilneser, Assýriu kongur, helt ímóti honum og elvdi honum vanda í staðin fyri at hjálpa honum. Tí at tó at Ákaz rændi hús Harrans og kongshøllina og tók alt, sum høvdingarnir áttu, og gav tað Assýriu kongi, batti tað honum einki. Og Ákaz kongur helt áfram við trúloysi sínum móti Harranum, eisini tá ið hann var í neyðum staddur. Hann ofraði til Damaskusar gudar, sum høvdu vunnið sigur av honum, við tað at hann hugsaði: «Gudarnir hjá Árams kongum hava jú veitt teimum hjálp; til teirra vil eg tí ofra, so at teir eisini hjálpa mær!» Men teir vóru honum og øllum Ísrael til fals. Ákaz savnaði eisini ílátini úr húsi Guðs og breyt tey sundur; og hann lokaði hurðarnar á húsi Harrans og gjørdi sær altar á hvørjum vegahorni í Jerúsalem. Og í hvørji borg í Júda læt hann gera offurheyggjar til tess at kynda fremmandum gudum offureld og reitti soleiðis Harran, Guð fedra sína. Tað, sum meira er at siga um hann og alt, sum hann hevðist at frá byrjan til enda, tað er jú ritað í bókini um kongar Júda og Ísraels. Síðan legðist Ákaz til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í gravir Ísraels konga. Og Hizkia, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Hizkia var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tjúgu og níggju ár. Móðir hans æt Ábia Zekarjadóttir. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans á allan hátt, eins og Dávid, forfaðir hans, hevði gjørt. Í fyrsta mánaði á fyrsta ríkisári sínum læt hann opna hurðarnar í húsi Harrans og gjørdi tær aftur. Síðan læt hann prestarnar og Levitarnar koma, stevndi teimum saman á hinum opna økinum eystantil og segði við teir: «Hoyrið meg, tit Levitar! Halgið nú tykkum sjálvar og halgið hús Harrans, Guðs fedra tykkara, og koyrið alt óreint út úr halgidóminum. Tí at fedrar várir vóru ótrúgvir og gjørdu tað, sum ilt var í eygum Harrans, Guðs várs; teir søgdu hann burtur, snúðu andlitum sínum burtur frá bústaði Harrans og vendu honum bakið. Teir lokaðu eisini hurðar forsalsins og sløktu lampurnar; offureld hava teir ikki kveikt og ikki framborið Ísraels Guði brennioffur í halgidóminum. Tí kom vreiði Harrans yvir Júda og Jerúsalem, og hann læt teir verða illa viðfarnar og gjørdi teir til ræðslu og háð, soleiðis sum tit síggja tað við egnum eygum. Sí, aftur fyri hetta eru fedrar várir falnir fyri svørði og synir og døtur og konur okkara herleidd. Men nú havi eg í huga at gera sáttmála við Harran, Ísraels Guð, til tess at brennandi bræði hans má víkja frá okkum. Latið nú ikki ágrýtni vanta hjá tykkum, synir mínir, tí at tykkum hevur Harrin útvalt til at standa fyri ásjón síni og tæna sær, og til tess at tit skulu vera tænastumenn hans og kveikja honum offureld!» Tá gingu fram Levitarnir Máhat Ámasaison og Jóel Ázarjason av Kehatitunum. Av Meraritunum Kisj Abdison og Ásarja Jehallelelsson; av Gersjonitunum Jóas Zimmason og Eden Jóason; av Elizafanssonum Sjimri og Jeuel; av Ásafssonum Zekarja og Mattanja; av Hemanssonum Jehiel og Sjimei, og av Jedutunssonum Sjemaja og Uzziel; teir savnaðu brøður sínar, halgaðu seg og fóru undir at reinsa hús Harrans, eins og kongur hevði boðið eftir orði Harrans. Og prestarnir fóru inn í hús Harrans til tess at reinsa tað; og alt óreint, teir funnu inni í templi Harrans, fluttu teir út í forgarð hús Harrans, har Levitarnir tóku við tí og bóru tað út í Kedrons dal. Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar byrjaðu teir at halga, og á áttanda degi mánaðarins vóru teir komnir at forsali Harrans; síðan halgaðu teir hús Harrans í átta dagar, og á sekstanda degi hins fyrsta mánaðar vóru teir lidnir. Tínæst gingu teir inn fyri Hizkia kong og mæltu: «Vit hava nú reinsað alt hús Harrans, brennioffuraltarið og alt, sum tí tilhoyrir, sýnisbreyðaborðið og alt, sum tí tilboyrir, og øll tey ílát, sum Ákaz kongur í trúloysi sínum hevði vanhalgað, meðan hann var kongur, tey hava vit sett fram og halgað; tey standa nú frammi fyri altari Harrans.» Næsta morgun snimma stevndi Hizkia høvuðsmonnum borgarinnar saman og fór niðan í hús Harrans; og teir leiddu fram sjey tarvar, sjey veðrar, sjey lomb og sjey havrar sum syndaoffur fyri ríkið, fyri halgidómin og fyri Júda; og hann beyð Áronssonum, prestunum, at ofra tað á altari Harrans. Tarvarnir vórðu nú slátraðir, og prestarnir tóku við blóðinum og slettu tað á altarið; síðan vórðu veðrarnir slátraðir, og teir slettu blóðið á altarið; somuleiðis slátraðu teir lombini og slettu blóðið á altarið. Tínæst leiddu teir syndaoffurhavrarnar fram fyri kongin og savnaðin, og teir løgdu hendur sínar á teir; síðan slátraðu prestarnir teir og bóru blóð teirra á altarið sum syndaoffur til tess at gera sátt fyri allan Ísrael; tí at kongurin hevði boðið, at brenniofrið og syndaofrið skuldu vera fyri allan Ísrael. Og hann setti Levitarnar í húsi Harrans við glymskálum, hørpum og gígum, eins og Dávid og Gád, síggjari kongs, og Nátan profetur høvdu boðið, tí at av Harranum var hetta boð givið við profetunum. Stóðu nú Levitarnir við ljóðførum Dávids og prestarnir við lúðrunum. Síðan beyð Hizkia at ofra brenniofrið á altarinum, og samstundis við brenniofrinum byrjaði eisini songur Harrans og lúðrarnir at ljóða, meðan ljóðføri Dávids, Ísraels kongs, skipaðu. Tá tveitti savnaðurin seg fram eftir rommum, meðan songurin ljómaði, og lúðrarnir geltu, alt til liðugt var at ofra brenniofrið. Men tá ið liðugt var at ofra, fell kongur á knæ og allir, sum hjástaddir vóru, og teir tilbóðu. Hizkia kongur og høvdingarnir buðu síðan Levitunum at syngja Harranum lovsong við orðum Dávids og Ásafs síggjara; teir hevjaðu tá lovsong við frøi, lútaðu og tilbóðu. Og Hizkia kongur tók til máls og segði: «Nú hava tit vígt tykkum Harranum; gangið nú fram og komið við sláturofrum og takkarofrum í hús Harrans!» Tá kom allur savnaðurin við sláturofrum og takkarofrum, hvør ið fúsur var til tess. Men talið á brenniofrum, sum savnaðurin ofraði, var sjeyti stórdýr, hundrað veðrar og tvey hundrað lomb; alt hetta fór í brenniofrum til Harrans. Og takkarofrini vóru seks hundrað stórdýr og trý túsund smalur. Men prestarnir vóru ov fáir til, at teir fingu flett øll brennioffurdjórini; tí máttu frændur teirra Levitarnir dugna teimum hond, til arbeiðið var liðugt, og prestarnir høvdu halgað seg; tí at Levitarnir halgaðu seg av meira reinmeintum huga enn prestarnir. Umframt hetta var eisini nøgd av brenniofrum við feitu stykkjum takkarofranna og droypiofrini aftur við brenniofrunum. Soleiðis varð tænastan við hús Harrans fingin aftur í rættlag. Og Hizkia og alt fólkið gleddust yvir tað, sum Guð hevði gjørt fyri fólkið; tí at hetta barst alt á so brádliga.
Síðan sendi Hizkia boð um í øllum Ísrael og Júda og ritaði brøv til Efraims og Manasse um at koma til hús Harrans í Jerúsalem at halda Harranum, Ísraels Guði, páskir. Kongur og høvdingar hans og allur savnaðurin í Jerúsalem ráddu tá av at halda páskirnar í øðrum mánaðinum. Tí at teir høvdu ikki fingið hildið tær ta ásettu tíðina, av tí at ikki nóg nógvir prestar høvdu halgað seg, og at fólkið ikki enn var samansavnað í Jerúsalem. Hetta tókti kongi og øllum savnaðinum rætt, og teir gjørdu ta skipan at lata boð fara um í øllum Ísrael frá Beersjebu til Dán um, at menn skuldu koma til tess at halda Harranum, Ísraels Guði, páskir í Jerúsalem; tí at ikki høvdu teir hildið tær so fjølmentir, sum ásett hevði verið. Tá fóru boðberar skundisliga við brøvum frá kongi og høvuðsmonnum hans um allan Ísrael og Júda og mæltu samsvarandi kongsins boði: «Horvið, tit Ísraelsmenn, aftur til Harrans, Guðs Ábrahams, Ísaks og Ísraels, so at hann má snúgva sær at teirri leivd av tykkum, ið komist hevur undan hondum Assurs konga. Verið ikki sum fedrar og brøður tykkara, ið slitu trúnað við Harran, Guð fedra sína, so at hann gav teir upp til oyðingar, eins og tit sjálvir síggja. Treiskist nú ikki eins og fedrar tykkara, men rættið Harranum hond og komið til halgidóms hans, ið hann hevur halgað um allar ævir, og tænið Harranum, Guði tykkara, so at brennandi bræði hans má víkja frá tykkum. Tí at snúgva tit tykkum til Harrans, tá munnu brøður og synir tykkara finna náði fyri teimum, ið hava herleitt teir, so at teir mega koma heim aftur í hetta land; tí at náðigur og miskunnsamur er Harrin, Guð tykkara, og man ikki snúgva andliti sínum frá tykkum, um tit venda við til hansara!» Boðberarnir fóru nú um frá eini borg í aðra í Efraims landi og Manasse alt til Zebulon, men vórðu flentir út og spottaðir. Tó vóru nakrir í Ásjer og Manasse og Zebulon, ið eyðmýktu seg og komu til Jerúsalem. Eisini í Júda stuðlaði Guðs hond monnum til at halda tað av sameindum huga, sum kongur og høvuðsmenninir høvdu boðið eftir orði Harrans. Tá savnaðist í Jerúsalem nógv fólk saman í øðrum mánaði til tess at halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða, ovurmikil mannfjøld. Tey fóru undir at taka burtur tey altar, sum vóru í Jerúsalem, og somuleiðis tóku teir øll roykilsisílátini og tveittu tey oman í Kedrons dal. Síðan slátraðu teir páskalambið á fjúrtanda degi í øðrum mánaði. Prestarnir og Levitarnir lótu skomm rína á sær, so at teir halgaðu seg og komu við brenniofrum í hús Harrans. Og teir fóru fram á sín ásetta stað, eins og tilskilað var í lóg Mósesar Guðsmansins, og prestarnir slettu blóðið, sum Levitarnir rættu teimum. Tí at har vóru nógvir í savnaðinum, sum ikki høvdu halgað seg; tí máttu Levitarnir slátra páskalombini fyri allar teir, sum ikki vóru reinir, til tess at halga teir Harranum. Tí at fjøldin av fólkinum, serstakliga teir frá Efraim, Manasse, Issakar og Zebulon, hevði ikki halgað seg og ikki etið páskalambið, soleiðis sum skrivað stóð; men Hizkia bað fyri teimum og mælti: «Tú, góði Harri, fyrigev teimum, ið hava lagt allan sín hug á at søkja Guð, Harran, Guð fedra sína, tó at teir ikki eru reinir, so sum halgidómurin krevur tað!» Harrin bønhoyrdi Hizkia og læt fólkið sleppa óskalað. Síðan hildu Ísraels menn, sum staddir vóru í Jerúsalem, hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við miklari gleði; og Levitarnir sungu hvønn dag Harranum lovsong og av øllum mátti. Og Hizkia talaði blídliga til allar Levitarnar, sum høvdu sýnt avbæran dugnaskap í tænastu Harrans; og teir hildu hátíðina at enda teir sjey dagarnar og ofraðu takkaroffur og lovaðu Harranum, Guði fedra sína. Men tá ráddi allur savnaðurin av at halda hátíð sjey dagar afturat; teir hildu tá við gleði hátíð sjey dagar afturat. Tí at Hizkia, Júda kongur, gav savnaðinum túsund tarvar og sjey túsund seyðir; framvegis góvu høvuðsmenninir savnaðinum túsund tarvar og tíggju túsund seyðir; og nógvir prestar halgaðu seg. Tá gleddi seg allur Júda savnaður og somuleiðis prestarnir og Levitarnir og allur savnaður teirra, sum komnir vóru úr Ísrael, og hinir fremmandu, ið komnir vóru úr Ísraels landi, og teir, sum búðu í Júda. Og tá var mikil gleði í Jerúsalem; tí at ongantíð áður hevði tílíkt borist á í Jerúsalem, síðan Sálomon, sonur Dávids, Ísraels kongs, var á døgum. Og prestarnir og Levitarnir risu upp og signaðu fólkið, og rødd teirra varð hoyrd; bøn teirra komst til himins at heilaga bústaði hans.
Tá ið alt hetta var liðugt, fóru allir Ísraels menn, ið har vóru staddir, út í Júda borgir og brutu steinsúlurnar niður, høgdu sundur Ásjerustólparnar og beindu fyri offurheyggjunum og altarunum í øllum Júda, Benjamin, Efraim og Manasse, til einki var eftir av teimum; síðan fóru allir Ísraels menn heim aftur á óðal sítt í borgum sínum. Men Hizkia skipaði prestarnar og Levitarnar eftir teimum varðflokkum, sum teir hoyrdu til, og setti hvønn teirra í tænastu sína við brenniofrini og takkarofrini og til at gera tænastu við at syngja lovsong og takkargerð í herbúðaliðum Harrans. Og kongurin læt av ognum sínum til tað, ið skuldi verða ofrað sum brennioffur á morgni og kvøldi, hvíludøgunum, tendringardøgunum og á hátíðunum samsvarandi tí, sum ritað er í lóg Harrans. Og hann álegði fólkinum, sum búði í Jerúsalem, at geva prestunum og Levitunum teirra lut, so at teir kundu halda fast við lóg Harrans. So skjótt sum hesi boð vóru komin út, bóru Ísraelsmenn fram í nøgdum frumgróðurin av korni og aldinløgi, olju og hunangi og alla jarðargrøðina og góvu fulla tíggjund av øllum. Eisini teir Ísraelitar, sum búðu í Júda borgum, góvu tíggjund av stórdýrum og smalum, og teir komu við halgigávunum, sum halgaðar vóru Harranum, Guði teirra, og løgdu tað í rúgvu við rúgvu. Í triðja mánaði fóru teir undir at leggja upp í rúgvur, og í sjeynda mánaði vóru teir lidnir. Tá ið tá Hizkia og høvuðsmenninir komu og litu at rúgvunum, hálovaðu teir Harranum og fólki hans Ísrael. Og tá ið Hizkia spurdi prestarnar og Levitarnar um rúgvurnar, svaraði honum Ázarja, høvuðsprestur, ið var av Zádoks ætt, og segði: «Síðan menn fóru aftur at lata offuravskurðin til hús Harrans, hava vit etið okkum mettar og havt nógv til avlops, tí at Harrin hevur signað fólk sítt, so at øll henda nøgdin er til avlops hjá okkum!» Hizkia beyð nú at gera herbergi í húsi Harrans, og tá ið tað var gjørt, komu teir trúliga hagar við offuravskurðinum, við tíggjundum og halgigávunum; fyri hesum var Kónanja Leviti høvuðsumsjónarmaður, og næstur honum var Sjimei, bróðir hans. Men Jehiel, Ázarja, Náhat, Ásahel, Jerimot, Józabad, Eliel, Jismakja, Máhat og Benaja vóru hjálparumsjónarmenn hjá Kónanja og Sjimei, bróður hans, eftir tí, sum tilskilað var av Hizkia kongi og Ázarja, høvuðsmanni fyri húsi Guðs. Kóre Jimnason Leviti, ið var duravørður á eystursíðuni og hevði umsjón við teimum sjálvkravdu gávunum, ið fluttar vórðu Guði, skuldi býta út offuravskurð Harrans og hinar háheilagu gávurnar. Undir honum stóðu Eden, Minjamin, Jesjua, Sjemaja, Ámarja og Sjekanja; í prestaborgunum skuldu teir trúliga flýggja út frændum sínum, bæði smáum og stórum, eftir varðflokkum sínum; somuleiðis teimum av kallkyni, sum skrásettir vóru í ættartølunum, trý ára gomlum og haðan eldri. Undantiknir vóru teir, ið komu dag um dag í hús Harrans; soleiðis skuldu teir røkja tænastustørv síni sambært varðflokkum teimum, ið teir hoyrdu til. Og prestarnir vórðu skrásettir í ættartøl eftir ættum sínum og somuleiðis Levitarnir tjúgu ára gamlir og haðan eldri sambært tænastu síni eftir varðflokkum sínum. Teir vórðu skrásettir í ættartøl saman við øllum húsfólki sínum við konum, sonum og døtrum sínum, øllum húskinum; tí at trúliga skuldu teir røkja síni heilagu størv. Árons synir, prestarnir, ið búðu á beitilendunum kring borgir teirra, høvdu skráddar menn í hvørji borg til at fáa øllum kallmonnum millum prestanna og teimum av Levitunum, ið vóru skrásettir í ættartal, tað, sum teir áttu at fáa. Soleiðis bar Hizkia seg at í øllum Júda, og hann gjørdi tað, sum var gott og rætt og satt fyri ásjón Harrans, Guðs síns. Og alt, sum hann fór undir viðvíkjandi tænastuni í húsi Guðs ella lógini og boðunum um at søkja Guð sín, tað gjørdi hann av heilum huga, og tað eydnaðist honum.
Eftir hesar tilburðir og váttanir um trúskap kom Sankerib, Assurs kongur; hann herjaði á Júda og settist um tær víggirdu borgirnar í teirri ætlan at leggja tær undir seg. Tá ið nú Hizkia varð tess vísur, at Sankerib var komin og ætlaði at gera álop á Jerúsalem, ráddist hann við høvdingar og hetjur sínar um at tippa vatnslindirnar, ið vóru fyri uttan borgina, og stuðlaðu teir honum til tess. Savnaðist tá fjøld av fólki saman, og teir tiptu allar lindir og løkir, ið runnu gjøgnum landið, tí at teir søgdu sum so: «Hví skulu Assurs kongar finna nøgdir av vatni, tá ið teir koma?» Og hann herdi hugan og tók at laða uppaftur borgargarðin har, sum hann var brotin, reisti torn uppi á honum og bygdi annan borgargarð uttan fyri hann, víggirdi Millo í Dávidsborgini og læt gera nøgdir av skotvápnum og skjøldrum. Og hann skipaði herhøvdingar yvir fólkinum, stevndi teimum til sín á torginum við borgarliðið og talaði treystliga til teirra og mælti: «Verið hugreystir og dirvismiklir, ræðist ikki og óttist ikki Assurs kong og alla hesa mannfjøld, sum við honum er, tí at hann, sum er við okkum, er sterkari enn teir, ið eru við honum, tí at við teimum er armur av holdi, men við okkum er Harrin, Guð vár, til tess at hjálpa okkum og veita okkum sigur í orrustum várum!» Tá troystaði fólkið á orð Hizkia, Júda kongs. Seinni, meðan Sankerib, Assurs kongur, sat um Lákisj við øllum herliði sínum, sendi hann menn sínar til Jerúsalem á fund Hizkia, Júda kongs, og til allar Júda menn við hesi orðsending: «Soleiðis sigur Sankerib, Assurs kongur: Hvat er tað, tit troysta á, nú tit sita innibyrgdir í Jerúsalem? Vissuliga man Hizkia tøla tykkum, so at tit fara at doyggja av hungri og tosta, tá ið hann sigur: Harrin, Guð vár, vil frelsa okkum úr hondum Assurs kongs! Hevur ikki Hizkia sjálvur beint fyri offurheyggjum og altarum hans og boðið Júda monnum og Jerúsalembúgvum at tilbiðja frammi fyri einum altari og einans kveikja offureld á tí? Vita tit ikki, hvat sjálvur eg og fedrar mínir hava gjørt við allar tjóðir landanna? Vóru tjóðgudar landanna førir fyri at bjarga londum teirra av hond míni? Hvør av øllum gudum hjá hesum tjóðum, ið fedrar mínir vígdu deyðanum, var førur fyri at frelsa fólk sítt av míni hond? Skuldi tá gudur tykkara verið førur fyri at frelsa tykkum av míni hond?» Nú, latið ikki Hizkia tøla og teipa tykkum á henda hátt; trúgvið honum ikki, tí at ikki hevur nakar gudur hjá nakrari tjóð í nøkrum ríki verið mentur at bjarga fólki sínum av míni hond ella av hond fedra mína. Hvaðna minni man tá gudur tykkara vera førur fyri at bjarga tykkum av míni hond!» Og mong onnur orð talaðu menn hans ímóti Harranum Guði og móti Hizkia, tænara hans. Hann ritaði eisini soljóðandi bræv til hans til tess at háða Harran, Ísraels Guð, og tala ímóti honum; í tí stóð: «Eins og tjóðgudar landanna ikki bjargaðu tjóðum sínum av míni hond, soleiðis man heldur ikki Guð Hizkia bjarga fólki sínum av míni hond!» Og teir rópaðu við harðari rødd á júdeiskum máli á fólkið í Jerúsalem, sum gekk uppi á borgargarðinum, til tess at gera teir ræddar, so at teir kundu taka borgina; teir talaðu um Guð í Jerúsalem á sama hátt sum um jarðarinnar tjóðgudar, ið eru verk av manna hondum! Men vegna hetta fóru teir, Hizkia kongur og profeturin Jesaja Ámozson, at biðja og rópa til himins. Tá sendi Harrin eingil, sum beindi fyri øllum reystum gørpum, høvuðsmonnum og høvdingum í herbúðunum hjá Assurs kongi, so at hann skemdur fór heim aftur í land sítt; og tá ið hann kom inn í hov guds síns, feldu hans egnu synir hann har við svørði. Soleiðis bjargaði Harrin Hizkia og Jerúsalembúgvum undan hond Sankeribs, Assurs kongs, og undan øllum øðrum og veitti teimum frið allar vegir. Og mangir førdu Harranum gávur til Jerúsalem og Hizkia, Júda kongi, dýrar gripir, so at hann eftir hetta varð mikil í metum millum allar tjóðir. Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur; tá rópaði hann til Harrans; og Harrin bønhoyrdi hann og gav honum undurtekin. Men Hizkia endurgalt ikki ta vælgerð, sum honum var sýnd; hjartað hansara varð hástórt, og kom tí vreiði yvir hann og yvir Júda og Jerúsalem. Men Hizkia og Jerúsalembúgvar eyðmýktu seg og søgdu burtur hugmóð sítt, so at vreiði Harrans ikki kom yvir teir, so leingi sum Hizkia livdi. Hizkia var ríkur maður og ovurmikil í metum; hann gjørdi sær fæhirðslur til silvur og gull, dýrar steinar og balsamurtir, til skildir og alskyns virðisgripir, og somuleiðis goymsluhús til úrtøkuna av korni, aldinløgi og olju, fjós til alskyns fenað og kvíggj til fæflokkarnar. Hann bygdi sær borgir og átti nøgdir av seyði og neytum, tí at Guð hevði givið honum ovurmiklan eyð. Hesin Hizkia var tað, sum tipti ovaru Gihon vatnslind og veitti vatnið vestureftir oman í Dávidsborgina. Hizkia var eydnumaður í øllum, sum hann tók sær fyri. Tí var tað einans til tess at royna hann og vita, hvat honum í hjarta búði, at Guð gav hann upp í hendur sendimannanna, sum sendir vóru av Bábelhøvdingum til tess at kanna tekinið, sum hevði borist á í landinum. Men tað, sum meira er at siga um Hizkia og góðverk hans, tað er jú ritað í opinberingini hjá profetinum Jesaja Ámozsyni og í bókini um kongar Júda og Ísraels. Síðan legðist Hizkia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður, har leið liggur niðan at grøvunum hjá eftirkomarum Dávids; allir Júda menn og Jerúsalembúgvar sýndu honum miklan heiður við deyða hans. Og Manasse, sonur hans, tók ríkið eftir hann.
Manasse var tólv ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í fimmti og fimm ár ríkti hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og fylgdi andstyggiligu siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur undan Ísraels monnum. Hann bygdi upp aftur av nýggjum offurheyggjarnar, ið Hizkia, faðir hans, hevði rivið niður, reisti Báalunum altar, gjørdi Ásjerustólpar og tilbað allan her himinsins og tænti honum. Ja, hann reisti eisini altar í húsi Harrans, tí, sum Harrin hevði sagt um: «Í Jerúsalem skal navn mítt ævinliga búgva.» Í báðum forgørðum í húsi Harrans reisti hann øllum heri himinsins altar. Og hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við gand, fjølkunnu og galdrakvøðing, skipaði sær manarar og rúnarbindarar og gjørdi mangt og hvat, sum var ilt í eygum Harrans, til tess at reita hann. Gudamyndina, sum hann hevði skorið út, læt hann reisa í húsi Guðs, tí, sum Guð hevði sagt um við Dávid og Sálomon, son hans: «Í hesum húsi og í Jerúsalem, sum eg havi útvalt av øllum Ísraels ættum, vil eg lata navn mítt búgva allar ævir; og eg vil ikki aftur lata Ísrael fara í útlegd av landi tí, sum eg gav fedrum teirra, um bert teir vilja vandaliga halda alt tað, sum eg havi boðið teimum viðvíkjandi allari lógini, boðunum og skipanunum, ið teir fingu við Mósesi.» Men Manasse tøldi Júda og Jerúsalembúgvar, so at teir bóru seg verri at enn tjóðir tær, ið Harrin hevði avoytt fyri Ísraels monnum. Harrin talaði til Manasse og fólk hans, men tey góvu tí ongar gætur. Tá læt Harrin herhøvdingarnar hjá Assurs kongi ráðast á teir; teir tóku Manasse við onglum, bundu hann við koparfjøtrum og fóru til Bábelborgar við honum. Men nú hann var í neyðum staddur, bað hann Harran, Guð sín, um náði og eyðmýkti seg djúpt fyri Guði fedra sína. Og tá ið hann bað til hansara, bønhoyrdi hann hann; hann hoyrdi bønligu bøn hans og læt hann koma heim aftur til Jerúsalem í ríki sítt. Tá sannaði Manasse, at Harrin er Guð. Eftir hetta bygdi hann ytra borgargarð við Dávidsborgina vestanvert við Gihon í dalinum yvir at Fiskaliðinum; hann bygdi hann kring um Ófel og gjørdi hann óføra høgan, og í hinum víggirdu borgunum í Júda setti hann hermannahøvuðsmenn. Og hann oyddi úr húsi Harrans hinar fremmandu gudarnar og gudamyndina og somuleiðis øll altarini, sum hann hevði reist á tempulfjallinum og í Jerúsalem, og tveitti tað alt út um borgina. Síðan reisti hann altar Harrans upp aftur og ofraði takkaroffur og lovoffur á tí og beyð Júda monnum at tæna Harranum, Ísraels Guði. Men enn ofraði fólkið á offurheyggjunum – tó einans Harranum, Guði sínum. Men tað, sum meira er at siga um Manasse og bøn hans til Guðs síns og um orð síggjara teirra, ið talaðu til hans í navni Harrans, Ísraels Guðs, tað er jú ritað í søgu Ísraels konga. Men um bøn hans og hvussu hann varð bønhoyrdur, um allar syndir og trúnaðarslítan hans og somuleiðis um staðirnar, har hann bygdi offurheyggjar og reisti Ásjerustólpar og gudamyndir, áður enn hann eyðmýkti seg, um tað er jú ritað í søgu síggjaranna. Og Manasse legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í garðinum við hús sítt; og Ámon, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Ámon var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í tvey ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, eins og Manasse, faðir hans, hevði gjørt. Ámon ofraði til allar teir skurðgudar, sum Manasse, faðir hans, hevði gjørt, og dýrkaði teir. Hann eyðmýkti seg ikki fyri Harranum, eins og Manasse, faðir hans, hevði eyðmýkt seg, men Ámon økti heldur um syndasekt sína. Tænarar hans gjørdu samansvørjing ímóti honum og drópu hann í húsi hans. Men fólkið í landinum drap allar teir, ið høvdu gjørt samansvørjing móti Ámoni kongi; síðan tók fólkið Jósia, son hans, til kong eftir hann.
Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríati og eitt ár. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og steig í fótaspor Dávids, forfaðirs síns, og veik ikki til høgru ella vinstru. Á áttanda ríkisári sínum, meðan hann enn var blaðungur, fór hann at søkja Guð Dávids, forfaðirs síns, og á tólvta ári fór hann undir at reinsa Júda og Jerúsalem fyri offurheyggjar og Ásjerustólpar og hinar skornu og stoyptu gudamyndirnar. Í hjástøðu hans vórðu altar Báalanna niðurrivin, sólsúlurnar, sum á teimum vóru, støkti hann og breyt Ásjerustólparnar og hinar skornu og stoyptu gudamyndirnar, sorlaði tey sundur og spjaddi dusmið út yvir gravirnar hjá teimum, ið høvdu biðið til teirra. Bein prestanna læt hann brenna á altarum teirra og reinsaði soleiðis Júda og Jerúsalem. Men eisini í borgum Manasse og Efraims og Símeons alt til Naftali og kring um í oyðitoftum teirra breyt hann altarini niður og smildraði og sorlaði Ásjerustólpar og gudamyndir og støkti sólsúlurnar um alt Ísraels land. Síðan snúðist hann heim aftur í Jerúsalem. Á átjanda ríkisári sínum fór hann at reinsa landið og templið; tá sendi hann Sjáfan Ázaljason og Máaseja borgarstjóra og Jóa Jóahazson frásagnameistara til at væla um hús Harrans, Guðs síns. Tá ið teir komu til Hilkia høvuðsprest, avhentu teir fæ tað, sum latið hevði verið til hús Guðs, tað, sum Levitarnir, ið vóru duravørðir, høvdu savnað av Manasse og Efraim og øllum øðrum Ísraels monnum og av øllum Júda, Benjamin og Jerúsalembúgvum. Teir fingu tað upp í hendur á verkstjórunum, ið høvdu umsjón við húsi Harrans; og verkstjórarnir, ið starvaðu fyri húsi Harrans, nýttu tað til at bøta sprungur og væla um templið við, við tað at teir lótu træsmiðir og byggingarmenn fáa tað til tess at keypa fyri tað høgdar steinar og stokkar til tvørbjálkar og syllar í teimum bygningum, sum Júda kongar høvdu latið farast. Menninir framdu nú verkið upp á æru og trúgv, og sum formenn fyri teimum vóru settir Levitarnir Jáhat og Óbadja av Meraritanna ætt og Zekarja og Mesjullam av Kehatitanna ætt, at teir skuldu hava umsjón við teimum. Teir vóru eisini formenn fyri burðarmonnunum og øllum teimum, ið høvdu eitthvørt tænastustarv um hendur; nakrir av Levitunum vóru eisini ritarar, tilsjónarmenn og duravørðir. Men tá ið teir tóku fram fæið, sum var givið til hús Harrans, fann Hilkia prestur bókina, sum lógin stóð í, sum Harrin hevði givið við Mósesi. Hilkia mælti tá við Sjáfan ritara og segði: «Eg havi funnið lógbókina í húsi Harrans!» Síðan fekk Hilkia Sjáfani bókina. Og Sjáfan bar kongi bókina og gav honum samstundis hesa frágreiðing: «Alt tað, sum tænarar tínir vórðu bidnir at gera, hava teir greitt úr hondum; fæið, sum fanst í húsi Harrans, hava teir tikið fram og latið tað upp í hendur á umsjónarmonnum og verkstjórum!» Síðan greiddi Sjáfan kongi frá og mælti: «Hilkia prestur hevur fingið mær bók!» Og Sjáfan fór at lesa upp fyri kongi. Men tá ið kongur hoyrdi orð lógarinnar, tá skræddi hann klæði síni. Tá beyð kongur Hilkia og Áhikami Sjáfanssyni og Abdoni Mikasyni og Sjáfani ritara og Ásaja, tænara kongs, og segði: «Farið og leitið tykkum ráð hjá Harranum fyri meg og fyri teir, sum eftir eru í Ísrael og Júda, viðvíkjandi bókini, sum funnin er; tí at mikil er tann vreiði, sum Harrin hevur úthelt yvir okkum, aftur fyri at fedrar várir hava ikki varðveitt orð Harrans til tess at halda alt tað, sum ritað er í hesi bók.» Hilkia og teir, sum kongur sendi, fóru nú til Huldu profetinnu, konu Sjallums klædnagætara Tokhatssonar, Hasrasonar; hon búði í nýggja býlinginum í Jerúsalem; tá ið teir bóru hetta upp á mál fyri henni, svaraði hon teimum: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til mín: So sigur Harrin: Eg man leiða ógævu yvir henda stað og yvir íbúgvar hans, allar tær bølbiðingar, ið ritaðar eru í hesi bók, sum lisin varð upp fyri Júda kongi, aftur fyri at teir hava sagt meg burtur og kyndu øðrum gudum offureldar til tess at reita meg við øllum handaverkum sínum, so at vreiði mín uttan íhald hevur verið úthelt yvir henda stað; men við Júda kong, ið sendi tykkum at leita ráð hjá Harranum, skulu tit siga: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tey orð, sum tú hevur hoyrt, skulu standa við; men av tí at hjarta títt blotnaði, so at tú eyðmýkti teg fyri Guði, tá ið tú hoyrdi orð hans móti hesum staði og móti íbúgvum hans, við tað at tú eyðmýkti teg fyri ásjón míni og skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón míni, tessvegna vil eisini eg bønhoyra, sigur Harrin! Sí, eg vil lata teg savnast til fedrar tínar; í friði skalt tú koma niður í grøv tína, og eygu tíni skulu ikki fáa at síggja alla ta ógævu, sum eg ætli at leiða yvir henda stað og yvir tey, sum har búgva!» Við hesum svari komu teir aftur til kongs. Tá sendi kongur boð og stevndi til sín øllum hinum elstu í Júda og Jerúsalem. Síðan fór hann niðan í hús Harrans og somuleiðis allir Júda menn og Jerúsalembúgvar, prestarnir, Levitarnir og alt fólkið, bæði gomul og ung; og hann las upp fyri teimum alt tað, sum stóð í sáttmálabókini, sum funnin var í húsi Harrans. Og kongur fór upp á pall sín og gjørdi tann sáttmála fyri ásjón Harrans at vilja fylgja Harranum og varðveita boðorð hans, vitnisburðir og skipanir av øllum hjarta sínum og av allari sál síni til tess at halda orð sáttmálans, ið ritað vóru í hesi bók. Og hann læt allar teir, sum vóru í Jerúsalem og Benjamin ganga undir henda sáttmála; og Jerúsalembúgvar gjørdu eftir sáttmála Guðs, Guðs fedra sína. Jósia oyddi allar andstygdir út úr øllum landslutum hjá Ísraels monnum og noyddi øll, sum í Ísrael vóru, til at tæna Harranum, Guði fedra teirra. Og so leingi sum hann var á lívi, viku teir ikki frá Harranum, Guði fedra sína.
Síðan helt Jósia Harranum páskir í Jerúsalem, og teir slátraðu páskalambið á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar. Hann setti prestarnar til størv teirra og stuðlaði teimum til at gera tænastu við hús Harrans. Men við Levitarnar, sum frøddu allan Ísrael og vígdir vóru Harranum, segði hann: «Setið ørkina halgu inn í templið tað, sum Sálomon Dávidsson, Ísraels kongur, bygdi; á økslini nýtast tit ikki at bera hana meira; tænið nú Harranum, Guði tykkara, og fólki hans Ísrael! Búgvist nú til eftir ættargreinum og varðflokkum tykkara, eins og Dávid, Ísraels kongur, og Sálomon, sonur hans, hava skrivliga fyriskipað, og skipið tykkum í halgidóminum, soleiðis at ein kyntáttur av Levitum samsvarar hvørjum ættarbólki av frændum tykkara almúgumonnunum; slátrið síðan páskalambið og halgið tykkum og tilreiðið tað til brøður tykkara til tess at halda tað, sum Harrin hevur boðið við Mósesi. Og Jósia útvegaði almúgumonnunum tríati túsund seyðir, smálomb og geitarlomb, alt samalt til páskaoffurs fyri allar teir, ið har vóru, og somuleiðis trý túsund stórdýr, alt av kongsins egnu ognum. Høvdingar hans góvu fólkinum, prestunum og Levitunum sjálvkravdar gávur; og Hilkia, Zekarja og Jehiel, høvuðsmenn fyri húsi Guðs, góvu prestunum til páskaoffurs tvey túsund og seks hundrað smalur og trý hundrað stórdýr. Og Kónanja, Sjemaja og Netánel, brøður hans, og somuleiðis Hásjabja, Jeiel og Józabad, høvuðsmenn Levitanna, útvegaðu Levitunum til páskaoffurs fimm túsund smalur og hundrað stórdýr. Soleiðis varð tænastan skipað; prestarnir gingu á stað sín og somuleiðis Levitarnir eftir varðflokkum sínum, eins og kongur hevði tilskilað. Teir slátraðu páskalombini, og prestarnir slettu blóðið, sum teir fingu frá teimum; men Levitarnir flettu. Og teir tilreiddu brenniofrið til tess at lata ættarbólkar almúgumannanna fáa tað, so at teir kundu ofra Harranum tað, eins og ritað er í Mósebók; á sama hátt gjørdu teir við stórdýrini. Síðan steiktu teir páskalambið við eld, eins og lógin fyriskipar; men halgigávurnar sjóðaðu teir í pottum, ketlum og ponnum og skundaðu sær at geva almúgumonnunum tað. Síðan tilreiddu teir offur til sín sjálvs og til prestarnar; tí at prestarnir, synir Árons, ofraðu brennioffur og feitu stykkini, alt til náttin kom á; tessvegna tilreiddu Levitarnir bæði sær og prestunum, sonum Árons. Og sangararnir, synir Ásafs, vóru á staði sínum, eins og Dávid og Ásaf, Heman og Jedutun, síggjari kongs, høvdu fyriskipað; og duravørðir vóru við hvørt eitt lið; teimum nýttist ikki at fara frá tænastu síni, tí at Levitarnir tilreiddu teimum. Soleiðis varð øll tænasta Harrans fingin í lag á tí degi, og tey hildu páskirnar og ofraðu brennioffur á altari Harrans eftir boði Jósia kongs. Og Ísraelitarnir, sum har vóru, hildu ta ferðina páskirnar og hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar. Tílíkar páskir høvdu ikki verið hildnar í Ísrael, síðan Sámuel profetur var á døgum; og eingin Ísraels kongur hevði nakrantíð hildið einar páskir sum tær, ið hildnar vórðu av Jósia og prestunum, Levitunum og øllum Júda monnum og Ísraels monnum, ið har vóru staddir, og av Jerúsalembúgvum. Á átjanda ríkisári Jósia vórðu hesar páskir hildnar. Eftir alt hetta, tá ið Jósia hevði fingið templið aftur í rættlag, fór Neko, kongur Egyptalands, og legði bardagar sínar við Karkemisj við Eufrat, og Jósia legði út ímóti honum. Men Neko sendi honum hesi boð: «Hvat hava vit hvør við annan at gera, Júda kongur? Tað er ikki móti tær, eg komi í dag, men móti tí kongshúsi, sum eg havi ófrið við. Og Guð hevur biðið meg skunda mær. Hav teg nú undan tí gudi, sum er við mær, at hann ikki týnir teg!» Jósia vildi tó ikki víkja fyri honum, men fór at berjast við hann; hann vildi ikki lýða orðum Neko, tó at tey vóru frá Guði, og legði til orrustu í Megiddodali. Men ørvagarparnir skutu eftir Jósia kongi; tá mælti kongur við menn sínar: «Flytið meg burtur hiðan, tí at eg eri illa særdur!» Menn hansara tóku hann tá av vagninum og settu hann upp í hin vagnin hjá honum og fóru við honum út úr orrustuni; men tá ið teir komu til Jerúsalem, andaðist hann. Hann varð jarðaður í grøvum fedra sína, og allir Júdamenn og Jerúsalembúgvar syrgdu Jósia. Og Jeremia yrkti harmaljóð eftir Jósia, og allir sangarar og allar sangkonur hava í harmljóðum sínum talað um Jósia alt fram at hesum degi; og síðan hevur tað verið fastur siður í Ísrael at syngja hesi ljóð; tey standa í harmljóðunum. Men tað, sum meira er at siga um Jósia og góðverk hans, ið samsvaraðu tí, sum ritað er í lóg Harrans, søga hans frá upphavi til enda, tað er jú alt ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda.
Landsalmúgan tók nú Jóahaz Jósiason og gjørdi hann til kong í Jerúsalem eftir faðir hans. Jóahaz var tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í tríggjar mánaðir. Men kongur Egyptalands koyrdi hann frá ræðinum í Jerúsalem og læt landið gjalda í skatti hundrað talentir av silvuri og tíggju talentir av gulli. Síðan gjørdi Egyptalands kongur Eljakim, bróður hans, til kong yvir Júda og Jerúsalem og broytti navn hans til Jójakim; men Jóahaz, bróður hans, tók Neko og hevði hann við sær til Egyptalands. Jójakim var tjúgu og fimm ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann ríkti í Jerúsalem í ellivu ár. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, Guðs síns. Nebukadnezar, kongur í Bábel, fór herferð móti honum og bant hann við fjøtrum av kopari til tess at flyta hann til Bábel. Av ílátunum í húsi Harrans hevði Nebukadnezar nøkur við sær og setti tey í høll sína í Bábel. Men tað, sum meira er at siga um Jójakim og alt tað andstyggiliga, sum hann hevðist at, og sum búði honum í brósti, tað er jú ritað í bókini um kongar Ísraels og Júda. Og Jójakin, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Jójakin var átjan vetra gamal, tá ið hann varð kongur, og tríggjar mánaðir og tíggju dagar ríkti hann í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans. Men tá ið árið var umliðið, sendi Nebukadnezar boð og læt flyta hann til Bábel saman við dýrmætastu ílátum hús Harrans. Og hann gjørdi Zidkia, bróður hans, til kong yvir Júda og Jerúsalem. Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í ellivu ár sat hann sum kongur í Jerúsalem. Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og ikki hann eyðmýkti seg fyri Jeremia profeti, sum talaði orð av munni Harrans. Eisini gjørdi hann uppreist móti Nebukadnezari kongi, sum hevði latið hann svørja við Guð; og hann treiskaðist og herdi hjarta sítt til ikki at venda við til Harrans, Ísraels Guðs. Somuleiðis sýndu allir Júda høvdingar og prestarnir og fólkið trúloysi við at fara eftir andstygdum tjóðanna og dálkaðu hús Harrans, ið hann hevði halgað í Jerúsalem. Og Harrin, Guð fedra teirra, sendi teimum støðugt áminningar við ørindrekum sínum, tí at hann vildi eira fólki sínum og bústaði sínum, men teir spottaðu ørindrekar Guðs og vanvirdu orð hans og hildu profetar hans fyri gjøldur, til vreiði Harrans móti fólki hans varð so mikil, at teir buðu tess ikki bøtur. Tá læt hann Kaldea kong fara herferð móti teimum, og hann drap ungmenni teirra við svørði í heilaga húsi teirra og eirdi hvørki unglingum ella ungmoyggjum, gomlum ella gráhærdum; alt gav hann upp í hendur hans. Og øll ílátini í húsi Guðs, bæði stór og smá, og somuleiðis fægripirnar í húsi Harrans og fægripirnar hjá kongi og hjá høvdingum hans, alt samalt flutti hann til Bábel. Teir settu eld á hús Guðs og brutu borgargarðar Jerúsalems niður, brendu upp hallirnar og beindu fyri øllum dýrum lutum, sum har vóru. Og teir, ið komust høvdu undan svørðinum, herleiddi hann til Bábelborgar; og teir vórðu at trælum hjá honum og sonum hans, alt til Persar tóku kongsvaldið; so at tey orð, sum Harrin hevði talað við Jeremia, gingu út, til tess at landið skuldi fáa hvíldartíðir sínar afturgoldnar; tí at meðan tað lá í oyði, hvíldi tað, til tey sjeyti árini vóru umliðin. Men á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs læt Harrin – til tess at evna tey orð, sum hann hevði talað við Jeremia – anda Kýrusar Persakongs vakna upp, so at hann sendi boð um alt ríki sítt og somuleiðis skrivliga kunngering soljóðandi: «So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at reisa sær tempul í Jerúsalem í Júda. Hvør tykkara, sum tilhoyrir fólki hans, við honum veri Harrin, Guð hans, og hann fari heim aftur!»
Á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs vakti Harrin – til tess at lata orð sítt við Jeremia ganga út – hugin á Kýrusi Persakongi til at lata boð ganga um alt ríki sítt og tað við soljóðandi riti: «So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at byggja sær hús í Jerúsalem í Júda. Hvør av tykkum, ið tilhoyrir fólki hans, við honum veri Guð hans, og hann fari heim aftur til Jerúsalem og byggi hús Harrans, Ísraels Guðs; hann er tann Guð, sum býr í Jerúsalem; og allastaðni, har tey, sum eftir eru, búgva sum fremmand, skulu íbúgvarnir styðja tey við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði umframt tað, ið sjálvboðið verður givið til hús Guðs í Jerúsalem.» Tá løgdu avstað ættarhøvdingar Júda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir – allir teir, sum Guð vakti hugin hjá til at fara heim og byggja hús Harrans í Jerúsalem. Og umframt allar tær sjálvbodnu gávurnar komu allir grannar teirra teimum til hjálpar við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði og alskyns dýrum gripum. Kýrus kongur læt eisini av hondum kerini úr húsi Harrans, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burtur úr Jerúsalem og sett upp í húsi guds síns; tey læt nú Kýrus Persakongur Mitredat fæhirða fáa; og hann taldi tey og flýggjaði tey Sjesjbazzar, høvdinga Júda. Og talið á teimum var: Tríati gullskálir, túsund silvurskálir, tjúgu og níggju roykilsisker, tríati gullsteyp, fýra hundrað og tíggju silvursteyp, minni í virði, og túsund onnur ílát, alt tilsamans fimm túsund og fýra hundrað ílát av gulli og silvuri. Alt hetta hevði Sjesjbazzar við sær, tá ið hinir herleiddu fóru úr Bábel heim aftur til Jerúsalem.
Hesir eru teir úr skattlandi okkara, sum fóru úr herleiðingarútlegdini, teir, ið Nebukadnezar kongur hevði herleitt til Bábel, men nú snúðu heim aftur til Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg, teir, ið komu við Zerubbábeli, Jesjua, Nehemja, Seraja, Reelaja, Mordokai, Bilsjan, Mispar, Bigvai, Rehum og Báana. Talið á monnum Ísraels fólks var: Eftirkomarar Párosj: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir; eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir; eftirkomarar Ára: Sjey hundrað og sjeyti og fimm; eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og tólv; eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra; eftirkomarar Zattu: Níggju hundrað og fjøruti og fimm; eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti; eftirkomarar Báni: Seks hundrað og fjøruti og tveir; eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og tríggir; eftirkomarar Ázgads: Eitt túsund, tvey hundrað og tjúgu og tveir; eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og seks; eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og fimmti og seks; eftirkomarar Ádins: Fýra hundrað og fimmti og fýra; eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta; eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og tríggir; eftirkomarar Jóra: Eitt hundrað og tólv; eftirkomarar Hásjums: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir; eftirkomarar Gibbars: Níti og fimm; ættaðir úr Betlehem: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir; menn úr Netofa: Fimmti og seks; menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta; ættaðir úr Azmavet: Fjøruti og tveir; ættaðir úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir; ættaðir úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein; menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir; menn úr Betel og Ai: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir; ættaðir úr Nebo: Fimmti og tveir; eftirkomarar Magbisj: Eitt hundrað og fimmti og seks; eftirkomarar Elams hins annars: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra; eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu; ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og fimm; ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm; ættaðir úr Senáa: Trý túsund, seks hundrað og tríati. Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir; eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir; eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey; eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan. Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra. Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og tjúgu og átta. Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai; tilsamans: Eitt hundrað og tríati og níggju. Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa og Tabbaots, Kerósar, Siaha, Pádons, Lebana, Hágaba, Akkubs, Hágabs, Salmai, Hánans, Giddels, Gáhars, Reaja, Rezins, Nekoda, Gazzams, Uzza, Pásea, Besai, Asna, Meunita, Nefusita, Bakbuks, Hákufa, Harhurs, Bazluts, Mehida, Harsja, Barkosar, Sisera, Tema, Nezia og Hátifa. Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda, Jáala, Darkons, Giddels, Sjefatja, Hattils, Pokerets-Hazzebáims og Ámi. Tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru tilsamans trý hundrað og níti og tveir. Og hesir eru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addan og Immer og ikki kundu at greina ætt sína og uppruna sín, hvørt teir vóru komnir av Ísrael: Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fimmti og tveir. Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai; hann hevði tikið sær eina dóttur Barzillai Gileadita til konu og var nevndur við navni teirra. Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir lokaðir úti frá prestadømi. Og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, fyrr enn prestur stóð fram, ið dugdi at handfara Urim og Tummim. Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti, umframt trælir og trælkvendi teirra, ið vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; har vóru eisini tvey hundrað sangarar og sangkonur. Ross teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu. Og summir av ættarhøvdingunum góvu, tá ið teir vóru komnir til hús Harrans í Jerúsalem, sjálvbodnir gávur til hús Guðs til tess at fáa tað bygt upp aftur á staði sínum, og hvør eftir sínum førimuni góvu teir í byggigrunnin seksti og eitt túsund gulldárikar, fimm túsund silvurminur og eitt hundrað prestabúnar. Síðan búsettust prestarnir og Levitarnir og sumt av fólkinum í Jerúsalem og har í nánd, men sangararnir og duravørðirnir, tempultrælirnir og alt hitt fólkið settust niður í borgum sínum.
Tá ið sjeyndi mánaður kom, og Ísraelsmenn vóru í borgum sínum, savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem. Og Jesjua Józadaksson og brøður hansara prestarnir og Zerubbábel Sjealtielsson og brøður hansara fóru undir at reisa altar Guðs Ísraels, so at brennioffur kundu verða ofrað á tí, eins og tilskilað er í lóg Guðsmansins Mósesar. Nakrir av heidningunum tóku seg saman ímóti teimum; men teir fingu kortini reist altarið har, sum tað hevði staðið, og ofraðu Harranum brennioffur á tí morgun og kvøld. Og teir hildu leyvskálahátíðina eftir tí, sum fyrimælt er, og bóru fram brenniofrini dag um dag so nógv, sum ásett var, og á rættan hátt og so nógv, sum kravdist á hvørjum degi, og tínæst hitt dagliga brenniofrið og offur tendringarhátíðanna og alra hinna heilagu hátíða Harrans og alra teirra, sum góvu Harranum sjálvbodnar gávur. Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar byrjaðu teir at frambera Harranum brennioffur, áður enn grundað var fyri templi Harrans. Og teir góvu steinsmiðunum og træsmiðunum silvur og Zidonitum og Týrusmonnum mat og drekka og olju fyri at flyta sedristrø frá Libanon sjóleiðis til Jáfo eftir tí loyvi, sum Kýrus Persakongur hevði givið teimum. Og annað árið eftir heimkomu teirra til hús Guðs í Jerúsalem, í øðrum mánaði, fóru teir Zerubbábel Sjealtielsson og Jesjua Józadaksson saman við hinum brøðrum sínum, prestunum og Levitunum og øllum, sum úr útlegdini vóru heim aftur komnir til Jerúsalem, undir verkið og settu Levitarnar, sum vóru tjúgu ára gamlir og haðan eldri, til at hava eftirlit við bygging hús Harrans. Levitarnir Jesjua og synir og brøður hans, Kadmiel og synir hans, synir Hódavja, synir Henadads og teirra synir og brøður komu sum ein maður til at hava eftirlit við teimum, ið fingust við at byggja hús Harrans. Og meðan byggingarmenninir løgdu grundvøllin til tempul Harrans, stóðu prestarnir í prestabúna við lúðrum og Levitarnir, ætt Ásafs, við glymskálum til tess at lova Harranum eftir fyriskipan Dávids, Ísraels kongs; og teir tóku at lova og prísa Harranum fyri, at hann er góður, og at miskunn hans móti Ísrael varir um ævir; og alt fólkið hevjaði mikið fagnaðarróp og tók undir at lova Harranum fyri, at grundvøllurin til tempul Harrans var lagdur. Men mangir av prestunum og Levitunum og ættarhøvdingunum – hinir elstu – sum høvdu sæð hitt fyrra templið, grótu sáran, nú teir sóu grundvøllin verða lagdan til hetta templið; men tó vóru mong, ið hevjaðu fagnaðarljóð og rópaðu av gleði; og eingin kundi at greina fagnaðarrópini frá grátinum; tí fólkið hevjaði mikið fagnaðarróp, so at tað hoyrdist langar leiðir.
Men tá ið mótstøðumenn Júda og Benjamins frættu, at teir, ið aftur vóru komnir úr útlegdini, fingust við at byggja Harranum, Ísraels Guði, tempul, gingu teir fyri Zerubbábel, Jesjua og ættarhøvdingarnar og søgdu við teir: «Vit vilja byggja við tykkum, tí at vit leita Guðs tykkara eins og tit, og vit hava ofrað til hansara, alt síðan Ásarhaddon, Assurs kongur, flutti okkum higar.» Men Zerubbábel og Jesjua og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: «Vit vilja ikki hava tykkum við til at byggja Guði várum tempul; einsamallir vilja vit byggja Harranum, Ísraels Guði, eins og Kýrus kongur, Persakongurin, hevur boðið okkum.» Tá skelkaðu heidningarnir í landinum Júdamenn, so at teimum bilaði hugur, og teir fingu ikki bygt. Og teir leigaðu menn til at leggja upp ráð ímóti teimum og ónýta ætlanir teirra; soleiðis gekst alla ævi Kýrusar Persakongs, alt til Dárius Persakongur tók við ríki. Meðan Áhasverus var kongur, í byrjan ríkisstjórnar hans, ritaðu teir ákæru móti íbúgvum Júda og Jerúsalems. Á døgum Artakserksesar ritaðu teir Bisjlam, Mitredat, Tábeel og allir hinir embætisbrøður teirra Artakserksesi Persakongi bræv í árameiskari týðing og við frágreining á árameiskum. Rehum umboðsmaður og Sjimsjai ritari skrivaðu Artakserksesi kongi bræv ímóti Jerúsalembúgvum, sum her skal greinast frá. Teir, ið skrivaðu, vóru Rehum umboðsmaður, Sjimsjai ritari og allir hinir lagsbrøður teirra, Dinear, Áfarsatkear, Tarpelear, Áfarsear, Árkevear, Bábel menn, Sjusjankear, Dahavear, Elamitar, og hinar tjóðirnar, ið hin mikli og navnframi Asnappar hevði flutt burtur og latið búseta seg í borgini Sámáriu og aðrastaðni handan Flóðina – og so framvegis. Hetta er avrit av brævinum, ið teir sendu honum, Artakserksesi kongi: «Tænarar tínir, fólkið handan Ánna – og so framvegis: Tað veri konginum kunngjørt, at teir Júdear, ið løgdu út frá tær til okkara, eru komnir til Jerúsalem og eru farnir undir at reisa av nýggjum hesa mótræsnu og vándu borg; teir gera borgargarðarnar aftur og væla um grundvøllin. Nú veri tað kongi kunngjørt, at um henda borg verður endurreist, og borgargarðarnir afturgjørdir, tá lata teir hvørki skatt ella toll ella vegagjald, og landkomstir konganna verða av ongum. Við tað at vit nú eta salt kongshallarinnar, og tað ikki sømir okkum at síggja tann vansa, sum er kongi fyri, tessvegna senda vit boð og siga kongi frá tí, so at leitað verður í skjalagoymslum forfedra tína; í skjalagoymslunum vilt tú raka við og koma eftir, at henda borg er mótræsin borg, ið hevur elvt kongum og londum miklan vansa, og at har hava menn gjøgnum allar tíðir gjørt uppreist; tí liggur nú eisini henda borg í oyði. Vit gera tí kongi kunnugt, at um henda borg verður endurreist og borgargarðar hennara upp aftur bygdir, tá fert tú ongan lut at eiga meira í landinum handan Ánna!» Kongur sendi tá Rehumi umboðsmanni og Sjimsjai ritara og øllum hinum embætisbrøðrum teirra, sum búðu í Sámáriu og aðrar staðir í landinum handan Ánna, hetta svar: «Heilir og sælir – og so framvegis. Brævið, sum tit sendu mær, hevur greiniliga verið lisið upp fyri mær; og tá ið eg hevði skipað menn til at kanna málið, komu teir eftir, at henda borg gjøgnum allar øldir hevur risið upp ímóti kongum og verið mótræsin og gjørt uppreist; fyri Jerúsalem hava veldigir kongar rátt, ið valdað hava øllum londum handan Ánna; og skattur, tollur og vegagjald hevur verið teimum rindað. Bjóðið tí hesum monnum at lætta av, so at henda borg ikki verður upp aftur bygd, fyrr enn boð koma frá mær; verið nú varnir og vanskettið ikki hetta mál, so at ikki kongarnir verða fyri miklum tapi!» So skjótt sum avritið av brævinum frá Artakserksesi kongi var upplisið fyri Rehumi og Sjimsjai ritara og embætisbrøðrum teirra, fóru teir alt í einum til Jerúsalem til tess við hørðum at noyða Júdearnar til at lætta av at byggja. Tá varð givið uppat at byggja tempul Guðs í Jerúsalem; og tað lá á láni til á øðrum ríkisári Dáriusar Persakongs.
Men profetarnir Haggai og Zakarja Iddoson profetaraðu fyri Júdeunum í Júda og Jerúsalem í navni Ísraels Guðs, ið yvir teimum var. Tá fóru Zerubbábel Sjealtielsson og Jesjua Józadaksson undir at byggja tempul Guðs í Jerúsalem; við teimum vóru profetar Guðs, ið veittu teimum atstøðu. Um hetta mundið komu til teirra Tattenai, landsstjórin handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra og søgdu við teir: «Hvør hevur givið tykkum loyvi til at byggja hetta tempul upp aftur og gera hesar borgargarðar aftur; og hvussu eita teir menn, ið eru farnir undir at reisa hetta hús?» Men yvir hinum gomlu í Júdeu vakti eyga Guðs teirra, so at teir ikki fingu steðgað teimum, hagar til málið var flutt fyri Dárius, og skrivligt svar um hetta var komið aftur. Avrit av brævinum, ið Tattenai, landsstjórin handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra, Áfarsekitar, ið búðu handan Ánna, sendu Dáriusi kongi; ritið, teir sendu, ljóðaði soleiðis: «Heilur og sælur, tú, Dárius kongur! Tað veri kongi kunnugt, at vit fóru til skattlandsins Júdeu til tempuls hins mikla Guðs; tað verður nú endurreist úr høgdum steinum, og syllar verða lagdar í veggirnar; hetta verk verður gjørt við íðinskapi, og skjótt líður eftir. Vit talaðu síðan við hinar elstu teirra og spurdu teir: Hvør hevur givið tykkum loyvi til at endurreisa hetta tempul og byggja borgargarðarnar upp aftur? Vit spurdu teir eisini, hvussu teir itu, so at vit kundu lata teg vita tað, og vit skrivaðu upp nøvnini á teimum monnum, ið stóðu á odda fyri teimum. Og svarið, teir góvu okkum, ljóðaði soleiðis: Vit eru tænarar Guðs himins og jarðar; og vit eru farnir undir at byggja upp aftur tað tempul, ið mikil kongur í Ísrael bygdi og fullgjørdi fyri nógvum árum síðan. Men av tí at fedrar várir reittu Guð himinsins, gav hann teir upp í hendur Nebukadnezars, Kaldea Bábel-kongs; hann reiv hetta tempul niður og herleiddi fólkið til Bábel. Men á fyrsta ríkisári sínum gav Kýrus kongur í Bábel loyvi til at endurreisa hetta hús Guðs, og somuleiðis gull- og silvurlutirnar í templi Guðs, teir, sum Nebukadnezar hevði flutt úr templinum í Jerúsalem og sett inn í templið í Bábel, teir tók nú Kýrus kongur út úr templinum í Bábel og læt teir upp í hendur á manni, sum æt Sjesjbazzar, og sum hann hevði skipað til landsstjóra har. Og hann segði við hann: Tak hesar lutir og far og ber teir inn aftur í templið í Jerúsalem og lat hús Guðs endurreisa har, sum tað stóð áður! Hesin Sjesjbazzar kom tá og legði grundvøllin til hús Guðs í Jerúsalem; tað hevur síðan staðið í gerð og er ikki liðugt enn. Um tað nú líkar kongi, tá lati hann leita í hinum kongligu fæhirðslunum har í Bábel, hvørt Kýrus kongur man hava givið loyvi til at endurreisa hetta hús Guðs í Jerúsalem, og sigi kongur okkum vilja sín í hesum máli!»
Síðan beyð Dárius kongur at leita í skjalasavninum, har allir gripir vóru goymdir; og í borgini Ámeta í skattlandinum Mediu varð funnin bókrulla, sum ljóðaði soleiðis: «Til áminningar. Á fyrsta ríkisári sínum læt Kýrus kongur soljóðandi boð ganga: Hús Guðs í Jerúsalem skal verða endurreist, til tess at menn har mega ofra sláturoffur og frambera eldoffur Guðs; tað skal vera seksti alnir høgt og seksti alnir breitt; tað skulu vera trý løg av høgdum steinum og eitt lag av viði; og kostnaðurin skal verða greiddur úr kongshøllini. Eisini skulu gull- og silvurlutirnir í húsi Guðs, teir, ið Nebukadnezar tók úr templinum í Jerúsalem og flutti til Bábel verða avhentir og fluttir inn aftur í templið í Jerúsalem á stað sín, og tú skalt leggja teir inn í hús Guðs!» «Tí skulu tit, Tattenai, landsstjóri handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður tykkara, Áfarsekitar, ið búgva handan Ánna, halda tykkum burtur haðan; forðið ikki fyri, at hetta hús Guðs verður bygt, tí at landsstjóranum og hinum elstu hjá Júdeunum er heimilt at endurreisa hetta hús Guðs á sínum fyrra staði. Og eg havi givið boð um, hvussu tit skulu bera tykkum at ímóti hinum elstu hjá hesum Júdeum, so at hetta hús Guðs verður upp aftur bygt: Kostnaðurin skal skilvísiliga verða greiddur hesum monnum av teimum inntøkum, sum kongur heimtar í skatti úr londunum handan Ánna; einki má tálma hesum. Og tað, sum annars er tørvur á: Ungneyt, veðrar og lomb til brennioffur hjá himnanna Guði og hveiti, salt, vín og olja, tað skal eftir tilmæli prestanna í Jerúsalem verða greitt teimum dag um dag uttan avskarving, til tess at teir mega ofra Guði himnanna yndisangandi offur og biðja fyri lívi kongs og sona hans. Og tað er boð mítt, at um einhvør maður brýtur hesa skipan, tá skal afturfyri bjálki verða brotin úr húsi hans, og sjálvur skal hann verða hongdur upp og negldur fastur á hann, og hús hans verða gjørt til køst. Og tann Guð, ið letur navn sítt búgva har, hann beini fyri hvørjum kongi og hvørji tjóð, ið rættir út arm sín til at ónýta hesi boð og bróta niður hetta hús Guðs í Jerúsalem. Eg, Dárius, havi givið hesa skipan; latið hana nú verða framda út í allar æsir!» Tá fóru teir, Tattenai, landsstjóri handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra, í øllum eftir tí tilmæli, sum Dárius kongur hevði sent. Hinir elstu hjá Júdeunum hildu nú á at byggja, og væl leið hjá teimum, stuðlaðir av spádómi Haggai profets og Zakarja Iddosonar. Soleiðis luku teir nú byggingina eftir skipan Guðs Ísraels og eftir skipan Kýrusar og Dáriusar og Artakserksesar Persakonga. Og hetta hús var fullgjørt á triðja degi í ádar mánaði á sætta ríkisári Dáriusar kongs. Ísraels menn – prestarnir, Levitarnir og hinir, sum heim aftur vóru komnir úr útlegdini, hildu nú vígsluhátíð fyri hesum húsi Guðs við fagnaði. Við hesa vígsluhátíð ofraðu teir hundrað neyt, tvey hundrað veðrar og fýra hundrað lomb, og í syndaofri fyri allan Ísrael tólv havrar eftir tali Ísraels ætta. Og teir skipaðu prestar eftir flokkum teirra og Levitar eftir deildum teirra til at inna tænastu Guðs í Jerúsalem samsvarandi fyrimæli Mósebókar. Teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, hildu nú páskir á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar. Tí at prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg og vóru allir samlir reinir. Og teir slátraðu páskalambið fyri allar teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, og fyri brøður teirra, prestarnar, og fyri sjálvar seg. Og Ísraelsmenn, ið heim vóru komnir úr útlegdini, ótu av tí saman við øllum teimum, ið høvdu skilt seg burtur úr hinum heidnu tjóðum landsins og óreinsku teirra og vóru gingin í flokk við teir til tess at leita til Harrans, Ísraels Guðs. Soleiðis hildu teir nú hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við gleði; tí at Harrin hevði glett teir og snúgvað hjarta Assurs kongs til teirra, so at hann magnaði hendur teirra til at byggja hús Guðs, Ísraels Guðs.
Eftir hesar tilburðir, meðan Artakserkses var kongur í Persiu, fór Ezra Serajason, Ázarjasonar, Hilkiasonar, Sjallumssonar, Zádokssonar, Áhitubssonar, Ámarjasonar, Ázarjasonar, Merajotssonar, Zerajasonar, Uzzisonar, Bukkisonar, Ábisjuasonar, Pinehassonar, Eleazarssonar, Áronssonar, høvuðsprests, hesin Ezra legði út av Bábel; hann var skriftlærdur og kønur í Móselóg, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði givið; og kongur veitti honum øll ynski hans, av tí at Harrin, Guð hans, helt hond sína yvir honum. Nakrir av Ísraelsmonnum, prestunum, Levitunum, sangarunum, duravørðunum og tempultrælunum fóru eisini niðan til Jerúsalem á sjeynda ríkisári Artakserksesar kongs. Teir komu til Jerúsalem í fimta mánaði á sjeynda ríkisári kongsins. Tí á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar ráddi hann av at fara úr Bábel, og á fyrsta degi hins fimta mánaðar kom hann til Jerúsalem, tí at Guðs góða hond var yvir honum. Tí at Ezra hevði lagt allan hug sín á at rannsaka lóg Harrans og halda hana og kenna Ísrael lóg og rætt. Hetta er avrit av tí brævi, sum Artakserkses kongur fekk Ezra presti, hinum skriftlærda, ið kønur var í øllum boðorðum Harrans og lógum hans, ið hann hevði givið Ísrael: «Artakserkses, kongur konganna, til Ezra prests, hins fróða í lóg Guðs himnanna! – og so framvegis: Eg gevi her ta skipan, at hvør ein í ríki mínum av Ísraels fólki, av prestum tess og Levitum, ið vil fara við tær heim aftur til Jerúsalem, hann fari, við tað at tú ert sendur av kongi og sjey ráðgevum hans til at kanna viðurskiftini í Júda og Jerúsalem samsvarandi teirri lóg Guðs tíns, ið tú hevur í hondum, og til at flyta hagar tað silvur og gull, sum kongur og ráðgevar hansara sjálvbodnir hava givið Ísraels Guði, hvørs bústaður er í Jerúsalem, eins og alt tað silvur og gull, ið tú fært í øllum Bábel-skattlandi, umframt sjálvbodnu gávum fólksins og prestanna, sum eisini geva sjálvbodnar gávur til hús Guðs síns í Jerúsalem. Tessvegna skalt tú fyri hetta fæ skilvísiliga keypa neyt, veðrar og lomb og aftur við teimum grónoffur og droypioffur og ofra tað á altarinum í húsi Guðs tykkara í Jerúsalem. Og við tað, sum eftir verður av silvurinum og gullinum, mega tú og brøður tínir gera sum tykkum líkar best – eftir vilja Guðs tykkara skulu tit fara. Og ílátini, sum tær verða fingin til tænastuna í húsi Guðs tíns, skalt tú avhenda óskalað frammi fyri Guði í Jerúsalem. Annan kostnað, sum húsi Guðs tíns er tørvur á, og sum tú eigur at greiða, skalt tú taka úr fæhirðslu kongs. Eg, Artakserkses kongur, gevi øllum fæhirðum handan Ánna hesi boð: Alt, sum Ezra prestur, hin fróði í lóg Guðs himnanna, biður tykkum um, tað skal skilvísiliga verða honum givið upp í eitt hundrað talentir av silvuri, eitt hundrað kor av hveiti, eitt hundrað bat av víni, eitt hundrað bat av olju og ómetaligt av salti. Alt, sum Guð himnanna býður, má verða ført út í æsir, alt tað, sum viðvíkur húsi Guðs himnanna, so at ikki vreiði kemur yvir ríki kongs og sona hans. Og tað verði tykkum kunngjørt, at ongum er heimilt at leggja skatt, toll ella vegagjald á nakran prest, Levita, sangara, duravørð, tempultræl ella á nakran, ið starvar við hetta hús Guðs. Men tú, Ezra, skalt eftir tí vísdómi Guðs, ið tú hevur í hondum, skipa dómarar og lógkønar til at døma mál manna hjá øllum fólkinum handan Ánna, øllum ið kenna lógina; og honum, sum ikki kennir hana, skulu tit frøða um hana. Og hvør, ið ikki heldur lóg Guðs tíns og lóg kongs, hann skal vandaliga verða dømdur, hvørt tað er til deyða ella til útlegdar, at greiða fæbót ella at verða settur fastur!» Lovaður veri Harrin, Guð fedra vára, ið soleiðis gav kongi hug til at dýrmeta hús Harrans í Jerúsalem og læt meg vinna yndi kongs og ráðgeva hans og alra tignarmanna kongs! Síðan herdi eg hugan, við tað at hond Harrans, Guðs míns, var yvir mær, og savnaði saman høvdingar Ísraels til at fara heim við mær.
Hesir eru ættarhøvdingar teirra, sum komu heim við mær úr Bábel, meðan Artakserkses kongur ríkti í Bábel – teir verða her taldir eftir ættartølum sínum: Av eftirkomarum Pinehasar: Gersjom. Av eftirkomarum Ítámars: Dánjal. Av eftirkomarum Dávids: Hattusj, sonur Sjekanja. Av eftirkomarum Párosjar: Zekarja og við honum eitt hundrað og fimmti skrásettir kallmenn. Av eftirkomarum Páhat-Móabs: Eljoenai Zerajason og við honum tvey hundrað kallmenn. Av eftirkomarum Zattu: Sjekanja Jaházielsson við trý hundrað kallmonnum. Av eftirkomarum Ádins: Ebed Jónatansson við fimmti kallmonnum. Av eftirkomarum Elams: Jesjaja Átaljuson við sjeyti kallmonnum. Av eftirkomarum Sjefatja: Zebadja Mikaelsson við áttati kallmonnum. Av eftirkomarum Jóabs: Óbadja Jehielsson við tvey hundrað og átjan kallmonnum. Av eftirkomarum Báni: Sjelomit Jósifjason við eitt hundrað og seksti kallmonnum. Av eftirkomarum Bebai: Zekarja Bebaison við tjúgu og átta kallmonnum. Av eftirkomarum Ázgads: Jóhanan Hakkatansson við eitt hundrað og tíggju kallmonnum. Av eftirkomarum Ádónikams komu seinni hesir: Elifelet, Jeiel og Sjemaja við seksti kallmonnum. Av eftirkomarum Bigvai: Utai og Zábud við sjeyti kallmonnum. Og eg savnaði teir saman við ánna, sum rennur út í Áhava; har lógu vit í tjøldum í tríggjar dagar; men tá ið eg hugdi gjøllari at fólkinum og prestunum, fann eg har ongar av eftirkomarum Levi. Tá beyð eg høvuðsmonnunum Eliezar, Áriel, Sjemaja, Elnatan, Járib, Elnatan, Nátan, Zekarja, Mesjullam og kennarunum Jójarib og Elnatan at fara til Iddo høvuðsmann í bygdini Kásifja, og eg legði teimum orð í munnin, hvussu teir skuldu biðja hann og brøður hansara í borgini Kásifja um at útvega okkum tempultænarar til hús Guðs várs; og við tað at Guðs góða hond var yvir okkum, sendu teir okkum skilagóðan mann av eftirkomarum Máli Levisonar, Ísraelssonar, Sjerebja og synir og brøður hans, átjan tilsamans, og Hásjabja og Jesjaja av eftirkomarum Merari við brøðrum og sonum teirra – tjúgu tilsamans, og av teimum tempultrælum, ið Dávid og høvdingar hans høvdu sett til at tæna hjá Levitunum, tvey hundrað og tjúgu tempultrælir, ið allir vóru nevndir at navni. Og har við ánna Áhava læt eg tá boða føstu til tess at eyðmýkja okkum fyri ásjón Guðs várs og biðja hann um eydnuríka ferð fyri okkum, húskjum okkara og øllum ognum okkara; tí at eg firnaðist at biðja kong um herlið og reiðmenn til varnar móti fíggindanum á vegnum, av tí at vit høvdu sagt við hann: «Hond Guðs várs er lívgandi yvir øllum teimum, ið leita til hansara, men máttur og vreiði hans yvir øllum, ið siga hann burtur.» Síðan fastaðu vit og bóðu Guð um hetta, og hann bønhoyrdi okkum. Tá útvaldi eg tólv av oddamonnum prestanna og Sjerebja og Hásjabja og tíggju av brøðrum teirra og vigaði teimum út silvurið og gullið og fekk teimum ílátini – tann offuravskurð, sum kongur og ráðgevar og høvdingar hans og allir Ísraelsmenn, ið har búðu, høvdu latið til hús Guðs várs. Soleiðis vigaði eg teimum seks hundrað og fimmti talentir í silvuri og hundrað talentir í silvurílátum og hundrað talentir í gulli, framvegis tjúgu gullsteyp, túsund dárikar í virði, og tvey ker av gullglógvandi góðum kopari, dýrmett sum gull. Og eg segði við teir: «Tit eru halgaðir Harranum, og ílátini eru halgað og silvurið og gullið sjálvboðin gáva til Harrans, Guðs fedra vára; gætið hetta nú og varðveitið tað, hagar til tit aftur viga tað út í Jerúsalem í herbergum hús Guðs í hjástøðu prestahøvdinganna og Levitanna og ættarhøvdinga Ísraels!» Tá tóku prestarnir og Levitarnir við tí, sum avvigað var, silvurinum, gullinum og ílátunum, til tess at flyta tað til Jerúsalem í hús Guðs várs. Síðan løgdu vit avstað frá ánni Áhava á tólvta degi hins fyrsta mánaðar og hildu leiðini til Jerúsalem; og hond Guðs várs var yvir okkum, so at hann frelsti okkum undan hond fíggindans og undan hond teirra, ið lógu á loynum eftir okkum á vegnum. Og tá ið vit vóru komnir til Jerúsalem, hvíldu vit okkum í tríggjar dagar. Men á fjórða degi vórðu silvurið og gullið og ílátini vigað í húsi Guðs várs og fingin prestinum Meremo Uriasyni og somuleiðis Eleazari Pinehassyni og Levitunum Józabadi Jesjuasyni og Nóadja Binnuisyni; alt samalt eftir tali og vekt, og øll vektin varð skrásett. Á somu tíð frambóru teir herleiddu, sum aftur vóru komnir úr herleiðingini, Ísraels Guði brennioffur: Tólv tarvar fyri allan Ísrael, níti og seks veðrar, sjeyti og sjey lomb og tólv havrar í syndaoffur – alt sum brennioffur til Harrans. Teir fluttu nú jøllunum og landsstjórum kongs handan Ánna boð kongs; og hesir veittu fólkinum og húsi Guðs atstøðu.
Tá ið hetta var lokið, komu høvdingarnir til mín og søgdu: «Hvørki fólkið í Ísrael ella prestarnir ella Levitarnir hava skilt seg burtur úr hinum heidnu landsins, burtur úr Kánáanitum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum, Ammonitum, Móabitum, Egyptum, Ámoritum og andstygdum teirra; nei, av døtrum teirra hava teir tikið bæði sjálvum sær og sonum sínum konur og soleiðis blandað heilagt ættarkyn við fólkið í landinum; og í hesum trúloysi hava høvdingarnir og yvirmenninir gingið undan!» Tá ið eg hoyrdi hetta, skræddi eg kyrtil og møttul mín, roytti meg í hár og skegg og sat dumbur av øtan. Tá savnaðust um meg øll tey, sum óttaðust tað, sum Guð Ísraels hevði talað móti trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd; og eg sat dumbur av øtan alt til kvølds, um grónoffurtíð. Og um grónoffurtíð reis eg frá føstu míni; og eg skræddi kyrtil og møttul mín, fell á knæ og breiddi út hendur mínar móti Harranum, Guði mínum, og segði: «Guð mín, eg skammist og blúgvist at hevja ásjón mína til tín, Guð mín; tí at misgerðir várar eru vaksnar okkum yvir høvdið, og sekt vár vorðin so mikil, at hon røkkur til himins! Síðan fedrar várir vóru á døgum og alt at hesum degi, hevur sekt okkara verið mikil, og fyri misgerðir okkara hava vit og kongar og prestar várir verið givnir í vald konga landanna og hava verið fyri svørði, herleiðing, ráni og háðan, eins og í dag gevur at bíta! Og nú hava vit alt í einum fingið miskunn frá Harranum, Guði várum, við tað at hann hevur latið okkum eina leivd verið eftir og loyvt okkum at búgva á sínum heilaga staði, so at Guð vár kundi lata eygu vár lýsa og stimbra eitt sindur lívsmegi vára í trældómi okkara. Tí at trælir eru vit, men tó hevur Guð vár ikki sagt okkum burtur í trældómi várum, men hevur latið okkum finna náði fyri Persakonginum, so at hann stimbraði lívsmegi vára til at reisa hús Guðs várs og byggja toftir tess upp aftur og gav okkum umgirdan bústað í Júda og Jerúsalem. Og nú, Guð vár, hvat skulu vit siga eftir alt hetta? Tí at vit hava jú yvirgivið boðorð tíni, tey, sum tú gavst við tænarum tínum, profetunum, tá ið tú segði: Landið, sum tit nú fara at ogna tykkum, er óreint, við tað at heidningatjóðirnar við andstygdum sínum hava syndadálkað tað og fylt tað við óreinsku síni úr einum enda í annan. Gevið tí ikki sonum teirra døtur tykkara og takið ikki sonum tykkara døtur teirra til konur; fremjið aldrin vælferð og farsælu teirra, so at tit mega megnast og njóta góðgæti landsins og lata børnum tykkara tað í arv um allar ævir! Tú, Guð vár, hevur í miskunnsemi tíni ikki hartað okkum til fulnar eftir misgerðum várum, men latið okkum hesa leivd verða eftir, eiga vit tá, eftir at alt hetta er komið yvir okkum vegna vándu verka vára og miklu sektar, av nýggjum at bróta boðorð tíni við at ganga í mágskap við tjóðir, ið havast at tílíkum andstygdum? Manst tú ikki reiðast inn á okkum og oyða okkum, so at eingin kemst undan, og eingin leivd verður eftir? Rættvísur ert tú, Harri, Guð Ísraels; tí eru vit nú her ein leivd, ið hevur komist undan; sí, vit liggja í sekt vári frammi fyri ásjón tíni, tí at sum nú er vorðið, kann eingin standast fyri ásjón tíni!»
Meðan Ezra lá á knøum frammi fyri húsi Guðs og bað og grátandi játtaði syndirnar, tá savnaðist um hann ovurmikil fjøld av Ísrael, bæði kallar, konur og børn, tí at alt fólkið græt sáran. Tá tók Sjekanja Jehielsson av eftirkomarum Elams til máls og segði við Ezra: «Vit hava verið trúleysir móti Guði várum við at fáa okkum konur av hinum heidnu íbúgvum landsins; men hóast hetta er enn vón fyri Ísrael. Latum okkum nú gera sáttmála frammi fyri Guði várum um at reka burtur allar útlendsku konur okkara og tey børn, ið tær hava átt, eftir ráðum harra míns og teirra manna, ið óttast boðorð Guðs várs, so at farið verður eftir lógini! Rís nú upp, tí at á tær hvílir hetta mál; men vit skulu dugna tær hond; far nú til verka í góðum treysti!» Tá reis Ezra upp, og hann læt oddamenninar fyri prestum og Levitum og øllum Ísrael gera eið um at vilja gera eftir hesum; teir gjørdu tá eiðin. Og Ezra fór á føtur, har hann hevði ligið frammi fyri húsi Guðs, og gekk inn í herbergið hjá Jóhanan Eljasjibssyni; har var hann um náttina og neyt hvørki vátt ella turt, tí at hann var tungur í huga yvir trúloysi teirra, sum høvdu verið herleidd. Síðan fóru boð um Júda og Jerúsalem til alra teirra, sum høvdu verið herleidd, um at koma saman í Jerúsalem; og at hvør, sum ikki var komin innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu rátt av, skuldi fáa allar ognir sínar vígdar banni og sjálvur verða rikin út úr savnaði teirra, sum høvdu verið herleidd. Tá savnaðust allir menn av Júda og Benjamin í Jerúsalem á triðja degi; tað var á tjúgunda degi hins níggjunda mánaðar. Og alt fólkið sat har á svøðunum við hús Guðs og skalv bæði fyri tí, sum borist hevði á, og fyri áarførinum. Men Ezra prestur reis upp og mælti til teirra: «Tit hava slitið trúnað, tí tit hava fingið tykkum útlendskar konur og soleiðis økt um syndasekt Ísraels; játtið nú syndir tykkara fyri Harranum, Guði fedra tykkara, gerið vilja hans og skiljið tykkum frá hinum heidnu íbúgvum landsins og frá útlendsku konum tykkara!» Tá rópaði alt fólkið og segði: «Ja, alt, sum tú sigur, eiga vit at gera! Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi her úti, og heldur ikki kann hetta mál verða greitt eftir einum tveimum døgum; tí at vit eru mangir, ið hava syndað í hesum. Lat tí høvdingar okkara umboða allan savnaðin og lat allar teir í borgum okkara, sum hava fingið sær útlendskar konur, koma fram á ásettari tíð saman við hinum elstu og dómarunum í hvørji borg, til tess at brennandi vreiði Harrans, ið av hesum hevur staðist, má víkja frá okkum!» Einans Jónatan Ásahelsson og Jazeja Tikvason mótmæltu hesum studdir av Mesjullami og Sjabbetai Levita. Teir, ið herleiddir høvdu verið, gjørdu nú soleiðis; og Ezra prestur útvaldi sær menn, ættarhøvdingar hinna einstøku ætta, allir at navni nevndir. Hesir hildu ráðstevnu á fyrsta degi hins tíggjunda mánaðar til tess at rannsaka málið; og á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar vóru teir lidnir at rannsaka málið hjá øllum monnum, sum høvdu fingið sær útlendskar konur. Av prestum funnust hesir, ið høvdu fingið sær útlendskar konur: Av eftirkomarum Jesjua Józadakssonar og brøðrum hans: Máaseja, Eliezar, Járib og Gedalja; hesir gjørdu av, at teir vildu reka burtur konur sínar og ofra veðr í sektaroffur fyri syndasekt sína. Av eftirkomarum Immers: Hánani og Zebadja. Av eftirkomarum Hárims: Máaseja, Elija, Sjemaja, Jehiel og Uzzia. Av eftirkomarum Pásjhurs: Eljoenai, Máaseja, Jisjmael, Netánel, Józabad og Eleasa. Av Levitunum: Józabad, Sjimei, Kelaja – tað er Kelita – Petaja, Júda og Eliezar. Av tempulsangarunum: Eljasjib og Zakkur. Av duravørðunum: Sjallum, Telem og Uri. Av Ísrael: Av eftirkomarum Páreosjar: Ramja, Jizzija, Malkija, Mijjamin, Eleazar, Malkija og Benaja. Av eftirkomarum Elams: Mattanja, Zekarja, Jehiel, Abdi, Jeremot og Elija. Av eftirkomarum Zattu: Eljoenai, Eljasjib, Mattanja, Jeremot, Zábad og Áziza. Av eftirkomarum Bebai: Jóhanan, Hánanja, Zabbai og Atlai. Av eftirkomarum Báni: Mesjullam, Malluk, Ádaja, Jasjub, Sjeal og Rámot. Av eftirkomarum Páhat-Móabs: Adna, Kelal, Benaja, Máaseja, Mattanja, Bezáleel, Binnui og Menassje. Av eftirkomarum Hárims: Eliezar, Jissjija, Malkija, Sjemaja, Sjimeon, Binjamin, Malluk og Sjemarja. Av eftirkomarum Hásjums. Mattenai, Mattatta, Zábad, Elifelet, Jeremai, Menassje og Sjimei. Av eftirkomarum Báni: Máadai, Amram, Uel, Benaja, Bedeja, Keluhu, Vanja, Meremot, Eljasjib, Mattanja, Mattenai og Jáasai. Av eftirkomarum Binnui: Sjimei, Sjelemja, Nátan, Ádaja, Maknadbai, Sjasjai, Sjárai, Ázárel, Sjelemja, Sjemarja, Sjallum, Ámarja og Jósef. Av eftirkomarum Nebo: Jeiel, Mattitja, Zábad, Zebina, Jaddai, Jóel og Benaja. Allir hesir høvdu fingið sær útlendskar konur, men sendu nú hesar konur og børn teirra burtur.
Frásøgn Nehemia Hákaljasonar. Í kislev mánaði, tjúgunda árið, meðan eg var í borgini Súsan, kom Hánani, ein av brøðrum mínum, og nakrir menn úr Júda; og tá ið eg spurdi teir um Júdearnar, leivdina, sum eftir var av hinum herleiddu, og um Jerúsalem, søgdu teir mær, at leivdirnar, sum eftir vóru av hinum herleiddu, livdu har í landinum í miklari neyð og vanæru, og at borgargarðar Jerúsalems vóru niðurbrotnir og borgarliðini uppbrend. Tá ið eg hoyrdi hesi tíðindi, settist eg niður at gráta og syrgdi í fleiri samfeldar dagar; og eg fastaði og bað til Guðs á himnum. Og eg segði: «Á Harri, Guð himnanna, tú mikli og øgiligi Guð, ið varðveitir sáttmálan og miskunnsemina við teir, ið elska teg og halda boðorð tíni! Á, lat oyra títt geva í geyma, og eygu tíni vera opin, so at tú hoyrir bønir tænara tíns, sum eg nú biði fyri ásjón tíni dagar og nætur fyri Ísraelsmonnum, tænarum tínum, við tað at eg játti syndir teirra, sum vit hava gjørt ímóti tær – tí at eisini eg og faðirætt mín hava syndað. Vit hava gjørt illa móti tær og hava ikki hildið tey boðorð og tær fyriskipanir og lógir, sum tú legði fyri Móses, tænara tín. Men minst nú orðið, sum tú beyðst Mósesi, tænara tínum, tá ið tú segði: Eru tit trúleysir, tá skal eg spjaða tykkum út ímillum tjóðanna; men snúgva tit við aftur til mín og halda boðorð míni og gera eftir teimum, tá skal eg, um so tykkara burturriknu eru við himinsins enda, savna tey haðan og leiða tey heim aftur á tann stað, sum eg havi útvalt navni mínum til bústaðar! Teir eru jú tænarar tínir og títt fólk, sum tú í tínum mikla mátti loysti út við tíni sterku hond. Á Harri, lat nú oyra títt geva í geyma bøn tænara tíns og bøn tænara tína, teir, ið fegnir óttast navn títt; lat tað nú eydnast tænara tínum, og lat hann finna náði fyri hesum manni!» – Eg var tá skeinkjari hjá kongi.
Í nisan mánaði á tjúgunda ríkisári Artakserksesar kongs tók eg einaferð vínið, sum stóð frammi fyri kongi, rætti honum tað og loyndi samstundis stúran mína fyri honum. Men kongur segði við meg: «Hví ert tú so dapur í bragdi? Tú ert jú ikki sjúkur; nei, tað er óivað einhvør sorg, ið nívir hjarta títt.» Tá varð eg ógvuliga ræddur og svaraði kongi: «Kongur livi ævinliga! Skuldi eg ikki verið tungur í huga, tá ið borgin, ið goymir gravir fedra mína, liggur í oyði, og lið hennara eru uppbrend!» Kongur spurdi meg nú: «Hvat vilt tú hava?» Tá gjørdi eg bøn til Guðs á himnum. Síðan segði eg við kong: «Um tað hóvar tær, og tú hevur tokka til tænara tín, tá loyv mær at fara til Júda, til ta borg, ið goymir gravir fedra mína, so at eg kann byggja hana upp aftur.» Tá segði kongur við meg, meðan drotningin sat honum við lið: «Hvussu leingi man henda ferð tín vara, og nær kemur tú aftur?» Tá ið nú kongur hevði eftirlíkað at lata meg fara, nevndi eg honum ásetta tíð. Síðan mælti eg við kong: «Um tað hóvar kongi, tá gev mær brøv við til landsstjórarnar handan Ánna, so at teir lata meg sleppa vegin fram alt til Júda, og somuleiðis bræv til Ásafs, ið er skógvørður hjá kongi, at hann má geva mær við, til tess at eg fái gjørt bjálkar í liðini á tempulborgini, og við til borgargarðarnar og húsini, ið eg skal búgva í.» Og kongur gav mær hetta, við tað at Guðs góða hond var yvir mær. Tá ið eg kom til landsstjórarnar handan Ánna, fekk eg teimum brøv kongs. Kongur hevði eisini sent herhøvdingar og reiðmenn við mær. Men tá ið Sanballat Hóroniti og trælurin Tóbija Ammoniti spurdu hetta, líkaði tað teimum ógvuliga illa, at maður skuldi vera komin at fremja vælferð Ísraelsmanna. Og tá ið eg var komin til Jerúsalem, dvaldist eg har í tríggjar dagar. Síðan fór eg upp á nátt og legði avstað við nøkrum fáum monnum uttan at siga nøkrum manni frá, hvat ið Guð mín hevði lagt mær í barm at gera fyri Jerúsalem; og einki annað djór var við mær enn tað, sum eg reið á. Eg reið tá um náttina út um Dalsliðið alt fram at Drekalindini og Mykjuliðinum og kannaði borgargarðar Jerúsalems, hvussu teir vóru niðurrivnir, og liðini uppbrend í eldi. Síðan helt eg fram at Lindarliði og kom at Kongstjørnini; men har var illa komandi fram hjá djórinum, sum eg reið á. Og eg reið um náttina ígjøgnum dalin og hugdi at borgargarðinum, legði síðan aftur leiðina inn um Dalslið og fór heim. Men yvirmenninir vistu einki um, hvar eg var farin, ella hvat eg ætlaði at gera; tí at eg hevði enn einki sagt fyri Júdeunum ella prestunum, tignarmonnunum, yvirmonnunum ella teimum, ið skuldu vinna at verkinum. Men nú segði eg við teir: «Tit síggja, hvussu illa vit eru staddir, hvussu Jerúsalem liggur í oyði og lið hennara brend upp í eldi; komið, vit skulu endurreisa borgargarð Jerúsalems, so at spott ikki longur verður rikið á okkum!» Og eg segði teimum, hvussu Guðs góða hond hevði verið yvir mær, og somuleiðis tey orð, sum kongur hevði talað til mín. Tá mæltu teir: «Vit vilja fara undir at byggja.» Og teir megnaðu seg til at fara undir hetta góða verk. Men tá ið Sanballat Hóroniti og trælurin Tóbija Ammoniti og Gesjem Árábi spurdu hetta, róku teir spott á okkum, háðaðu okkum og søgdu: «Hvat er hetta, tit havast at? Ætla tit at rísa upp ímóti kongi?» Men eg svaraði teimum og segði við teir: «Guð himnanna, hann vil lata tað eydnast okkum; og vit, hansara tænarar, vilja fara undir at byggja; men tit, tit hava hvørki lut ella rætt ella minni í Jerúsalem.
Eljasjib høvuðsprestur og prestarnir, brøður hans, fóru nú undir at byggja Seyðaliðið. Teir vígdu tað og settu hurðarnar í; síðan bygdu teir alt at Meatorninum, sum teir vígdu, og framvegis at Hánaneltorni. Næstir honum laðaðu menn frá Jeriko og næstur teimum Zakkur Imrison. Fiskaliðið bygdu synir Senáa; teir settu upp duragrind og hurðar, stonglar og lokur tess. Næstur teimum laðaði Meremot Uriason Hakkozsonar. Næstur honum laðaði Mesjullam Berekjason Mesjezabbelssonar. Næstur honum laðaði Zádok Báanason. Næstir honum laðaðu Tekóamenn, men hinir stóru teirra millum boygdu ikki háls sín undir tænastuna fyri Harranum. Jójada Páseason og Mesjullam Besodjason vælaðu um Gamlalið; teir settu upp duragrind og hurðar, stonglar og lokur tess. Næstir teimum laðaðu Melatja Gibeoniti og Jádon Meronotiti saman við monnum úr Gibeon og Mizpa, ið lýddu landsstjóranum hinumegin Ánna. Næstur honum laðaði Uzziel Harhajason, ein av gullsmiðunum. Næstur honum laðaði Hánanja, ein av salvublandarunum. Teir vælaðu um Jerúsalem alt at Breiðaborgargarði. Næstur teimum laðaði Refaja Hursson, høvdingi yvir hálva umdøminum kring Jerúsalem. Næstur honum laðaði Jedaja Hárumafsson yvir av húsum sínum. Næstur honum laðaði Hattusj Hasjabnejason. Malkija Hárimsson og Hásjub Páhat-Móabsson vælaðu um hin teinin alt fram at Ovntorninum. Næstur honum laðaði Sjallum Hallohesjson, høvdingi yvir hinum hálva umdøminum kring Jerúsalem – saman við døtrum sínum. Hánun og Zánoabúgvar gjørdu Dalsliðið aftur; teir bygdu tað og settu upp hurðar, stonglar og lokur tess og laðaðu túsund alnir av borgargarði alt at Mykjuliðinum. Malkija Rekabsson, høvdingi yvir umdømi Bet-Kerems, gjørdi Mykjuliðið aftur; hann bygdi tað og setti upp hurðar og stonglar og lokur tess. Sjallun Kol-Hózeson, høvdingi yvir umdømi í Mizpa, gjørdi Lindarliðið aftur; hann reisti og takti tað og setti upp hurðar, stonglar og lokur tess; framvegis laðaði hann borgargarðin við tjørnina, haðan vatnið rennur oman í garð kongsins – alt at trøppunum oman frá Dávidsborgini. Næstur honum laðaði Nehemia Azbuksson, høvdingi yvir hálva umdømi Bet-Zurs, til áraka gravir Dávids, alt at hini tilbúnu tjørnini og at kappahúsinum. Næstir honum laðaðu Levitarnir við Rehum Bánisyni á odda; og næstur honum laðaði Hásjabja, høvdingi yvir hálvum umdømi Ke'ilu. Næstir honum laðaðu frændur teirra; fyri teimum var Binnui Henadadsson, høvdingi yvir hinum hálva umdømi Ke'ilu. Næstur honum starvaði Ezer Jesjuason, høvdingi yvir Mizpa; hann laðaði annan teinin beint yvir av har, sum gingið verður niðan í vápnahúsið á horninum. Næstur honum fekst Báruk Zabbaison dúgliga við at laða ein teinin frá horninum alt at húsadurum Eljasjibs høvuðsprests. Næstur honum laðaði Meremot Uriason Hakkozsonar ein teinin frá durunum alt at endanum á húsi Eljasjibs. Næstir honum laðaðu prestarnir, menninir av Jórdanslættanum. Næstir teimum laðaðu Binjamin og Hassjub yvir av húsi sínum. Næstur teimum laðaði Ázarja Máasejason Ánanjasonar tætt hjá húsi sínum. Næstur honum laðaði Binnui Henadadsson ein teinin frá húsi Ázarja alt at horninum, har borgargarðurin sneiddi. Pálal Uzaison laðaði yvir av horninum og ovara torni, sum stendur fram úr húsi kongs tætt við varðhaldsgarðin; næstur honum laðaði Pedaja Párosjson alt til yvir av Vatnliðinum eystantil og torninum, ið stendur framúr har. Næstir honum laðaðu Tekóamenn ein teinin frammanvert við tornið mikla, sum skjýtst framúr, og alt at Ófelborgargarði. Fyri oman Rossaliðið laðaðu prestarnir hvør frammanvert við hús sítt. Næstur teimum laðaði Zádok Immersson frammanvert við hús sítt; og næstur honum laðaði Sjemaja Sjekanjasson, vørður Eysturliðsins. Næstur honum laðaðu Hánanja Sjelemjason og Hánun, sætti sonur Zálafs, annan teinin; og næstur teimum laðaði Mesjullam Berekjason yvir av herbergi sínum. Malkija, ein av gullsmiðunum, laðaði næstur honum alt at húsi tempultrælanna; sølumenninir laðaðu yvir av Mifkadliðinum og alt at hornasvølunum. Og millum svalanna á horninum og Seyðaliðsins laðaðu gullsmiðirnir og sølumenninir.
Men tá ið Sanballat frætti, at vit tókust við at endurreisa borgargarðin, reiddist hann og varð ógvuliga illur; hann spottaði Júdearnar og mælti, meðan brøður hans og herfólkið í Sámáriu hoyrdu: «Hvat er hetta, Júdearnir, hasi vesælavættini, havast at? Vilja teir líta tað Guði upp í hendur? Ætla teir at ofra? Kunnu teir gera liðugt eftir einum degi? Ætla teir at fáa lív í hesar kolaðu steinar upp úr hesum moldheyggjum?» Tóbija Ammoniti, ið har stóð, segði: «Latið teir bara byggja; um bert ein revur klívur upp á steinvegg teirra, rapar hann allur!» «Hoyr Guð vár, hvussu vit verða háðaðir! Men lat tú háðan teirra koma yvir teir sjálvar. Lat teir sum herleiddar liva vanvirdar í øðrum landi! Tak ikki útyvir við misgerð teirra, strika ikki út syndir teirra fyri ásjón tíni; tí at teir hava lagt ilt fyri teir, sum takast við at byggja!» Men vit hildu áfram at byggja borgargarðin, til hann var allur komin upp í hálva hædd. Og fólkið starvaði við góðum huga. Tá ið nú Sanballat og Tóbija og Árábarnir og Ammonitarnir og Asdoditarnir hoyrdu, at væl leið frá hondini við at væla um borgargarðar Jerúsalems, og at skørðini tóku at tippast, tá kom mikil øði í teir, og teir svóru seg allir saman um at fara at herja á Jerúsalem og loypa ólag í har. Tá bóðu vit til Guðs várs og settu upp varðmenn bæði nátt og dag til at verja okkum móti teimum. Men Júdearnir søgdu: «Burðarmenninir leggjast fyri, og eyrrúgvurnar eru ov stórar – vit eru ikki førir fyri at endurreisa borgargarðin!» Og mótstøðumenn okkara hugsaðu: Teir skulu ongum vita av og einki gruna, fyrr enn vit ráðast á teir og týna teir av lívi og beina soleiðis fyri verkinum. Tá ið nú teir Júdear, ið búðu teimum næstir, komu og søgdu alsamt við okkum, at hinir komu frá øllum býlum sínum til tess at ráðast á okkum, og fólkið helt seg á láganum uttanvert við borgargarðin niðri í holum, tá læt eg teir standa fram eftir ættum sínum við svørðum, spjótum og bogum; og tá ið eg hevði kannað teir, gekk eg fram og mælti við tignarmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: «Ikki skulu tit óttast teir; men havið í huga Harran, hin mikla og øgiliga, og stríðist fyri brøður tykkara, synir og døtur tykkara og konur og heim tykkara!» Tá ið fíggindar okkara frættu, at vit høvdu fingið fregn um teir, og at Guð soleiðis hevði ónýtt ráðagerðir teirra, tá kundu vit allir snúgva aftur at borgargarðinum hvør til starv sítt. Men eftir tað starvaði einans helmingurin av sveinum mínum; hin helmingurin stóð vápnaður við spjótum og skjøldum, bogum og brynjum. Og høvdingarnir stóðu aftan fyri allar Júdamenn, ið tókust við at byggja upp borgargarðin. Eisini burðarmenninir stóðu vígbúnir; við aðrari hondini vunnu teir at verkinum, men høvdu spjótið í hinari. Og allir, ið laðaðu, vóru gyrdir svørði sínum við lendar, meðan teir laðaðu; lúðursveinurin stóð undir liðini á mær, og eg segði við tignarmenninar og yvirmenninar og við hitt fólkið: «Verkið er stórt, og vítt er um at fara, og vit eru spjaddir á borgargarðinum langt burtur hvør frá øðrum; har, sum tit tí hoyra lúðraljómin, hagar skulu tit savnast um okkum; Guð vár vil berjast fyri okkum!» Soleiðis vunnu vit at verkinum, meðan hálv manningin stóð vápnað við spjótum, frá tí tað roðaði fyri sól, og til stjørnurnar fóru at síggjast. Samstundis segði eg við fólkið: «Allir skulu liggja náttina inni í Jerúsalem við sveinum sínum, so at teir mega vera vørðir hjá okkum um náttina, men um dagin vinna at verkinum.» Og hvørki eg ella brøður ella sveinar mínir ella varðmenninir, ið fylgdu mær, vóru nakrantíð úr klæðunum, og varð maður sendur eftir vatni, hevði hann altíð spjótið við sær.
Nú hoyrdist mikil kvartan frá fólkinum, tí at konur teirra kæraðu seg yvir brøður sínar Júdearnar; summar søgdu: «Synir og døtur okkara noyðast vit at veðseta fyri korn til tess at bjarga lívinum.» Aðrar søgdu: «Akrarnar og víngarðarnar, ja húsini við, noyðast vit at veðseta fyri korn í hesi hungurstíð!» Uppaftur aðrar søgdu: «Til tess at greiða kongsskattin noyddust vit at taka fæ til láns upp á akrar og víngarðar okkara! Men er ikki hold várt javngott holdi brøðra vára og synir várir javngóðir sonum teirra, og tó noyðast vit at gera synir og døtur okkara til neyðar trælir; ja, summar av døtrum várum eru longu vorðnar trælkonur, og vit fáa einki gjørt við tað, av tí at akrar og víngarðar várir hoyra øðrum til!» Tá ið eg hoyrdi hesa kvartan teirra og hesa talu, varð eg ógvuliga vreiður. Og tá ið eg hevði hugleitt hetta við sjálvum mær, setti eg at yvirmonnunum og tignarmonnunum og segði við teir: «Tit fara fram sum okrarar móti brøðrum tykkara!» Síðan stevndi eg saman fjølmentum tingi móti teimum og segði við teir: «Vit hava eftir førimuni roynt at keypa leysar okkara júdeisku brøður, sum máttu selja seg heidningunum; og nú vilja tit selja brøður tykkara, so at teir verða seldir okkum!» Tá tagdu teir og vistu einki at svara. Framvegis segði eg: «Tað er ikki rætt, at tit bera tykkum soleiðis at! Heldur áttu tit at ganga í ótta fyri Guði várum, at ikki heidningarnir, fíggindar okkara, skulu vanmeta okkum! Eisini eg og brøður mínir og sveinar hava lænt teimum silvur og korn; men latum okkum nú gloyma hesa skuld, og latið teir alt fyri eitt fáa akrar sínar og víngarðar, oljutrø síni og hús aftur og fyrilátið teimum tað, sum teir skylda tykkum fyri silvurið og kornið, aldinløgin og oljuna!» Tá svaraðu teir: «Vit vilja lata tað aftur og einki krevja av teimum; eins og tú nú hevur boðið, vilja vit gera.» Eg læt teir nú, eftir at eg hevði kallað prestarnar saman, gera eið, at teir skuldu halda hetta. Og eg risti bringufaldin á skikkju míni og segði: «Svá risti Guð hvønn tann, ið ikki heldur hetta orð, burtur frá húsi og ognum hans! Svá verði hann útristur og tømdur!» Og alt fólkið svaraði: «Amen!» Og fólkið lovaði Harranum og helt heiti sítt. Eisini skal verða nevnt, at frá tí degi, Artakserkses kongur beyð mær at vera landsstjóri teirra í Júdalandi, frá tjúgunda til tríatiunda og annað ríkisárs hans – í tólv ár – neyt hvørki eg ella brøður mínir nakað av landsstjóravistunum, meðan landsstjórarnir undan mær høvdu lagt byrðar á fólkið og tikið av teimum hvønn dag fjøruti siklar í silvuri fyri breyð og vín; eisini sveinar teirra høvdu verið fólkinum bágnir harrar; men eg bar meg ikki soleiðis at, við tað at eg óttaðist Guð. Eg var sjálvur uppi í at byggja henda borgargarð, tó at vit onga jørð høvdu keypt; og sveinar mínir vóru har allir og vunnu at verkinum. Júdearnir og yvirmenninir, eitt hundrað og fimmti mans, og teir, ið komu til okkara frá teimum heidningum, ið búðu kring okkum, ótu við mítt borð. Hvønn dag varð borðreitt: ein oksi og seks úrvalsseyðir umframt fuglar og tíggjunda hvønn dag nøgdir av alskyns víni, og alt hetta galt eg sjálvur; men kortini kravdi eg ikki landsstjóravistirnar, tí at hetta fólkið var nívt av tungari vinnu. Guð mín, minst alt tað, sum eg havi gjørt fyri hetta fólk, og lat tað verða mær til góða!
Tá ið nú borgargarðurin var fullgjørdur, setti eg hurðarnar í og skipaði duravørðir, sangarar og Levitar. Og til at ráða fyri Jerúsalem setti eg Hánani, bróður mín, og Hánanja, virkishøvdinga, tí at hann var hildin at vera fráskila álítandi og gudrøkin maður. Og eg legði teimum eina við ikki at opna borgarlið Jerúsalems, fyrr enn sólin var hátt á himni, at duravørðirnir, áður enn teir fóru heim, skuldu seta lokur og stonglar fyri hurðarnar, og at hvør maður í Jerúsalem skuldi standa á varðhaldi uttanfyri við hús sítt. Borgin var víð um og stór, men fult av fólki í henni, og eingi hús vóru enn upp aftur bygd. Guð mín legði mær tá í bróst at stevna saman tignarmonnum og yvirmonnum og fólkinum til tess at skráseta teir í ættartal; tá fann eg ættarskrá teirra, sum fyrstir vóru heim aftur komnir; og har fann eg ritað: Hesir eru teir herleiddu av okkara skattlandi, sum komu heim aftur úr útlegdini – teir, sum Nebukadnezar kongur hevði flutt burtur til Bábel og nú snúðust heim aftur í Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg, teir, sum komu við Zerubbábel, Jesjua, Nehemja, Ázarja, Ráamja, Náhamani, Mordokai, Bilsjan, Misperet, Bigvai, Nehum og Báana. – Hetta er talið á øllum monnum av Ísraels fólki: Eftirkomarar Párosjar: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir. Eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir. Eftirkomarar Ára: Seks hundrað og fimmti og tveir. Eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og átjan. Eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra. Eftirkomarar Zattu: Átta hundrað og fjøruti og fimm. Eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti. Eftirkomarar Binnui: Seks hundrað og fjøruti og átta. Eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og átta. Eftirkomarar Ázgads: Tvey túsund, trý hundrað og tjúgu og tveir. Eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og sjey. Eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og seksti og sjey. Eftirkomarar Ádins: Seks hundrað og fimmti og fimm. Eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta. Eftirkomarar Hásjums: Trý hundrað og tjúgu og átta. Eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og fýra. Eftirkomarar Hárifs: Eitt hundrað og tólv. Ættaðir úr Gibeon: Níti og fimm. Ættaðir úr Betlehem og úr Netofa: Eitt hundrað og áttati og átta. Menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta. Menn úr Bet-Azmavet: Fjøruti og tveir. Menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir. Menn úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein. Menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir. Menn úr Betel og Ai: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir. Menn úr hinum Nebo: Fimmti og tveir. Eftirkomarar hins Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra. Eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu. Ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm. Ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og ein. Ættaðir úr Senáa: Trý túsund, níggju hundrað og tríati. Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja – av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir. Eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir. Eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey. Eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan. Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra. Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og fjøruti og átta. Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai: Eitt hundrað og tríati og átta. Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa, Tabbaots, Kerosar, Sia, Pádons. Lebana, Hágaba, Salmai, Hánans, Giddels, Gáhars, Reaja, Rezins, Nekoda, Gazzams, Uzza, Pásea, Besai, Meunita, Nefusita, Bakbuks, Hákufa, Harhurs, Bazluts, Mehida, Harsja, Barkósar, Sisera, Tema, Nezia og Hátifa. Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida, Jáala, Darkons, Giddels, Sjefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebáims og Ámons. Allir tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru trý hundrað og níti og tveir. Hesir vóru teir, ið heim fóru úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addon og Immer og ikki kundu greina frá ættum og uppruna sínum, hvørt teir vóru komnir av Ísrael: Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fjøruti og tveir. Og av prestunum: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai, sum hevði fingið sær konu av døtrum Barzillai Gileadita og nevndi seg við navni teirra; hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; tí vóru teir hildnir óverdugir til at vera prestar; og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, til prestur var komin, ið kundi at handfara Urim og Tummim. Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti; umframt trælir og trælkvendi teirra, sum vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; teir høvdu eisini tvey hundrað og fjøruti og fimm sangarar og sangkonur. Hestar teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu. Summir av ættarhøvdingunum studdu byggingina við gávum; soleiðis gav landsstjórin í grunnin eitt túsund drakmur av gulli, fimmti offurbollar og tríati prestakápur. Og summir av ættarhøvdingunum lótu í byggingargrunnin tjúgu túsund gulldrakmur og tvey túsund og tvey hundrað silvurminur. Og tað, sum hitt fólkið gav, var tjúgu túsund gulldrakmur, tvey túsund silvurminur og seksti og sjey prestakápur. Prestarnir og Levitarnir og nakað av fólkinum tóku nú upp bústað sín í Jerúsalem og har um leið; og sangararnir og duravørðirnir og alt hitt fólkið búsettust í sínum borgum.
Á tjúgunda og fjórða degi í hesum sama mánaði savnaðust Ísraelsmenn saman og fastaðu, klæddir í sekki og við mold á høvdum sínum. Og teir, sum vóru av Ísraels ættarkyni, skildu seg burtur úr øllum fremmandum fólkum og gingu fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína. Og teir stóðu uppi, har teir vóru, meðan lisið varð upp úr lógbók Harrans, Guðs teirra, ein fjórðingin av degnum; annan fjórðing av degnum játtaðu teir syndir sínar og tilbóðu Harran, Guð sín. Og Jesjua, Báni, Kadmiel, Sjebanja, Bunni, Sjerebja, Báni og Kenai stigu upp á Levitapallin og rópaðu við sterkari rødd til Harrans, Guðs síns; og Levitarnir Jesjua, Kadmiel, Báni, Hásjabneja, Sjerebja, Hódia, Sjebanja og Petaja søgdu: «Standið upp og hálovið Harranum, Guði tykkara, sum er frá ævum og um allar ævir!» Tá hálovaðu teir dýrmæta navni hans, ið er hátt hevjað yvir alt lov og alt prís. Síðan segði Ezra: «Eina tú ert Harrin; tú hevur skipað himinin, himnanna himnar, og allan her teirra, jørðina og alt, sum á henni er, havið og alt, sum í tí er; øllum tí gevur tú lív, og fyri tær nígur herur himnanna. Tað var tú, Harra Guð, sum útvaldi Ábram og leiddi hann úr Ur í Kaldeu og gav honum navnið Ábraham. Tú sást, at hjarta hans var trúfast móti tær, og gjørdi sáttmála við hann um at geva eftirkomarum hans land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Jebusita og Girgasjita; og tú hevur sannað orð títt, tí at tú ert rættvísur. Og tá ið tú sást eymd fedra vára í Egyptalandi og hoyrdi neyðarróp teirra við Reyðahavið, tá gjørdi tú tekin og undur á Fárao og á øllum tænarum hans og á øllum fólki í landi hans, tí at tú sást, hvussu drambsliga teir fóru við teimum. Og soleiðis vanst tú tær hetta mikla navn, sum tú enn hevur. Tú kleyvst havið fyri teimum, so at teir mitt gjøgnum havið gingu turrskøddir yvirum, men eltarar teirra rindaði tú út í bládýpið, har teir sukku sum steinar í veldigum vøtnum. Tú leiddi teir í skýstólpa um dagar og í eldstólpa um nætur til tess at lýsa teimum á tí vegi, teir skuldu ganga. Á Sinai fjall steigst tú oman og talaði við teir av himni og gavst teimum rættvís boð, sannar lógir og góðar skipanir og boðorð. Tín heilaga hvíludag gjørdi tú teimum kunnan, og boðorð, fyriskipanir og lóg gavst tú teimum við Mósesi, tænara tínum. Tá ið teir vóru svangir, gavst tú teimum breyð av himni og lætst vatn streyma úr klettinum til at sløkkja tosta teirra. Og tú beyðst teimum at fara og taka tað landið til ognar, sum tú hevði svorið at geva teimum. Men fedrar okkara gjørdust hugmóðigir og harðvunnir og vildu ikki lýða boðorðum tínum. Teir bóru seg undan øllum lýdni og høvdu ikki í huga tey undurverk, ið tú hevði gjørt móti teimum; teir gjørdu svíra sín harðan og vildu í treiski sínum snúgva aftur í trældóm sín í Egyptalandi. Men tú, Guð, sum ert fúsur til at fyrigeva, náðigur, miskunnsamur, tolinmóður og ríkur í góðsku, tú segði teir ikki burtur. Teir gjørdu sær stoyptan kálv og søgdu: «Her er Guð tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» og teir framdu mikil skemdarverk, men í tíni miklu miskunn segði tú teir kortini ikki burtur í oyðimørkini; skýstólpin veik ikki frá teimum um dagar, men leiddi teir á vegnum, og eldstólpin ikki um nætur, men lýsti teimum leiðina, sum teir áttu at ganga. Tú sendi tín góða anda til at kenna teimum skynsemi, og tú sýtti ikki munni teirra manna títt; og tú gavst teimum vatn, tá ið teir tystu. Fjøruti ár í oyðimørkini gavst tú teimum alt, sum teimum tørvaði; klæðini slitust ikki burtur av teimum, og føtur teirra trútnaðu ikki. Tú gavst teimum kongaríki og tjóðir og skifti teimum land allar vegir; teir tóku til ognar landið hjá Sihoni kongi av Hesjbon og landið hjá Og kongi av Básjan. Tú gjørdi børn teirra fjølment sum stjørnur á himni og leiddi tey inn í tað land, sum tú hevði heitt fedrum teirra, at teir skuldu koma inn í og taka tað til ognar. Og børnini komu og tóku landið til ognar; og tú lætst íbúgvar landsins, Kánáanitarnar, lúta fyri teimum og gavst teir upp í hendur teirra bæði kongar og tjóðflokkar landsins, so at teir kundu fara við teimum, sum teir vildu. Teir tóku víggirdar borgir og løgdu undir seg góða jørð og hús full av øllum góðum, úthøgdar brunnar, víngarðar, oljutrø og ørgrynnu av aldintrøum; og teir ótu seg mettar og vórðu væl í holdum og gjørdu sær til góða av mikla ríkidømi tínum. Men teir vórðu mótræsnir og risu upp ímóti tær, tveittu lóg tína aftur um bak, og profetar tínar, sum við áminningum sínum vildu snúgva teimum við til tín, drópu teir og framdu mikil skemdarverk. Tá gavst tú teir upp í hendur fígginda teirra, og teir fóru illa við teimum; men tá ið teir í neyðum staddir rópaðu til tín, tá hoyrdi tú tað av himni og gavst teimum bjargarar av tíni miklu miskunn, ið bjargaðu teimum úr hondum fígginda teirra. Men valla høvdu teir fingið frið, so gjørdu teir aftur tað, sum ilt var í eygum tínum, so at tú gavst teir upp í hendur fígginda teirra; men tá ið teir nívdir av teimum aftur rópaðu til tín, tá hoyrdi tú tað av himni og bjargaði teimum av tíni miklu miskunn ferð eftir ferð. Og tú royndi við álvarsomum áminningum at snúgva teimum aftur til lógir tínar; men í treiski sínum vildu teir ikki lýða boðorðum tínum og syndaðu móti fyriskipanum tínum, ið kunnu halda í lívi tí manni, ið ger eftir teimum; teir vórðu mótræsnir, gjørdu svíran harðan og vildu ikki lýða. Í mong ár hevði tú umbæri við teimum og lætst profetar tínar við anda tínum áminna teir; men teir lurtaðu ikki eftir; tá gavst tú teir upp í hendur fremmanda tjóða. Men av tíni miklu miskunn beindi tú ikki fullkomuliga fyri teimum, tí at náðigur og miskunnsamur Guð ert tú. Og nú, Guð vár, tú mikli, veldigi, øgiligi Guð, sum heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina, lítilsmet nú ikki allar treytir, ið okkum hava verið fyri, bæði kongum, høvdingum, prestum, profetum og fedrum várum, ja øllum fólki tínum síðan á døgum Assurs konga og alt fram at hesum degi. Tú ert rættlátur í øllum, sum tú hevur latið koma yvir okkum, tí at tú hevur sýnt trúfesti, men vit hava verið trúleysir. Kongar, høvdingar, prestar og fedrar okkara hava ikki hildið lóg tína og ikki givið gætur eftir boðorðum tínum og teimum vitnisburðum, ið tú legði fyri teir. Meðan teir sótu við egna ríki sínum í øllum góðum, sum tú gavst teimum, og við tí víðlenda, gróðrarmikla landi, sum tú opnaði fyri teimum, tá tænaðu teir tær ikki og viku ikki frá sínum vándu verkum. Sí, nú eru vit trælir; vit noyðast nú at træla í tí landi, sum tú gavst fedrum várum, til tess at teir skuldu njóta ávøkst og góða tess. Hin mikla úrtøka tess hevur lutast teimum kongum, ið tú vegna syndir várar hevur sett yvir okkum; teir valda bæði likamum várum og fenaði, sum teir vilja; vit eru staddir í miklari neyð!» 9,38 Vegna alt hetta hava vit gjørt óvikandi sáttmála, sum vit hava sett á blað; og á tí innsiglaða skjalinum standa nøvn høvdinga vára, Levita og presta vára.
Tað innsiglaða skjalið hava hesir ritað undir: Landsstjórin Nehemia Hákaljason og Zidkia, Seraja, Ázarja, Jeremja, Pasjhur, Ámarja, Malkija, Hattusj, Sjebanja, Malluk, Hárim, Meremot, Óbadja, Dánjal, Ginneton, Báruk, Mesjullam, Ábia, Mijjamin, Máazja, Bilgai og Sjemaja; hetta vóru prestarnir. Og Levitarnir: Jesjua Ázanjason, Binnui ein av eftirkomarum Henadads, Kadmiel og brøður teirra Sjebanja, Hódia, Kelita, Pelaia, Hánan, Mika, Rehob, Hásjabja, Zakkur, Sjerebja, Sjebanja, Hódia, Báni og Beninu. Høvdingar fólksins: Párosj, Páhat-Móab, Elam, Zattu, Báni, Bunni, Ázgad, Bebai Ádónia, Bigvai, Ádin, Áter, Hizkia, Azzur, Hódia, Hásjum, Bezai, Hárif, Ánatot, Nebai, Magpiasj, Mesjullam, Hezir, Mesjezabel, Zádok, Jaddua, Petalja, Hánan, Ánaja, Hósea, Hánanja, Hassjub, Hallohesj, Pilha, Sjóbek, Rehum, Hásjabna, Máaseja, Áhija, Hánan, Ánan, Malluk, Hárim og Báana. Og hitt fólkið, prestarnir, Levitarnir, duravørðirnir, sangararnir, tempultrælirnir og allir teir, ið høvdu skilt seg burtur úr heidningunum til at fylgja lóg Guðs, við konum sínum, sonum og døtrum og øllum, ið dugdu á at skyna, gingu saman við hinar mætaru brøður sínar og svóru tann eið at vilja ganga eftir lóg Guðs, ið givin var við Mósesi, tænara Guðs, og at varðveita og halda øll boðorð drottins, Harra várs, allar lógir, samtyktir og fyriskipanir hans: Vit skulu ikki gifta hinum heidnu íbúgvum landsins døtur okkara og ikki taka sonum okkara døtur teirra til konu; tá ið hinir heidnu íbúgvar landsins koma á hvíludegnum við torgvørum sínum og alskyns korni til at selja, tá skulu vit ikki keypa frá teimum á hvíludegnum ella á nøkrum hátíðardegi; vit skulu lata jørðina hvíla sjeynda hvørt ár og avkanna okkum øll veðlán. Framvegis skulu vit leggja á okkum ta skyldu hvørt ár at greiða ein triðingssikul til tænastuna í húsi Guðs várs, til sýnisbreyðini og hitt dagliga grónofrið, til hitt dagliga brenniofrið og ofrini á hvíludøgunum og sólkomudøgunum, til veitsluhátíðirnar, til takkarofrini og syndaofrini til at gera sátt fyri Ísrael og til alt starv í húsi Guðs várs. Okkum prestum, Levitum og fólkinum skal við lutakasti líknast tann offurgáva at lata brennivið til hús Guðs várs eftir ættum várum á tilskilaðum tíma ár undan ári til at brenna á altari Harrans, Guðs várs, eins og ritað er í lógini. Vit skulu hvørt ár flyta allan frumgróður av jørð okkara og av øllum aldintrøum í hús Harrans, og somuleiðis koma við frumbornu sonum okkara og tí frumborna av fenaðinum, eins og ritað er í lógini, og við tí frumborna av stórdýrum og smalum okkara í hús Guðs várs, til prestarnar, sum gera tænastu í húsi Guðs várs. Og frumgróðurin av korni okkara og av ávøksti á øllum trøum, av aldinløgi og olju skulu vit flyta í kovarnar í húsi Guðs várs til prestarnar og tíggjundina av jørð okkara til Levitarnar. Levitarnir heinta sjálvir tíggjundina inn í jarðyrkisbygdum okkara. Og presturin, sonur Árons, skal vera við Levitunum, tá ið teir heinta inn tíggjundina; og Levitarnir skulu flyta tíggjund av tíggjundini í hús Guðs várs, inn í herbergini í goymsluhúsinum. Tí at í hesi herbergi skulu Ísraelsmenn og Levitarnir koma við offuravskurði av korni, aldinløgi og olju; her eru ílát halgidómsins og prestarnir, ið gera tænastu, og duravørðirnir og sangararnir; ikki vilja vit svíkja hús Guðs várs.
Og høvdingar fólksins tóku upp bústað í Jerúsalem, meðan hitt fólkið kastaði lut soleiðis, at av hvørjum tíggju monnum skuldi ein seta seg niður í Jerúsalem, hini heilagu borg, og hinir níggju skuldu búgva í borgunum. Fólkið bað gott fyri øllum teimum, ið sjálvboðin tóku upp bústað í Jerúsalem. Hesir eru teir oddamenn í skattlandi okkara, sum búðu í Jerúsalem; men í Júdaborgunum búði hvør í síni borg, har hann hevði ogn sína, Ísraelsmenn yvirhøvur, prestarnir, Levitarnir, tempultrælirnir og eftirkomarar træla Sálomons. Í Jerúsalem búðu bæði Júdamenn og Benjaminitar. Av Júdamonnum: Átaja Uzziason Zekarjasonar, Ámarjasonar, Sjefatjasonar, Máhálalelssonar av eftirkomarum Perezar, og Máaseja Báruksson Kol-Hózesonar, Házajasonar, Ádajasonar, Jójaribssonar, sonar Zekarja Sjelanita. Allir eftirkomarar Perezar, sum búðu í Jerúsalem, vóru tilsamans fýra hundrað og seksti og átta vígførir menn. Og hesir Benjaminitar: Sallu Mesjullamsson, Jóedssonar, Pedajasonar, Kólajasonar, Máasejasonar, Itielssonar, Jesjajasonar og brøður hansara, níggju hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. Jóel Zikrison var oddamaður teirra, og Júda Hassenuason var annar hægsti maður í borgini. Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin, Seraja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, høvuðsmaður yvir templi Guðs, og brøður teirra, sum gjørdu tænastu við templið, átta hundrað og tjúgu og tveir mans; og Ádaja Jerohamsson, Pelaljasonar, Amzisonar, Zekarjasonar, Pasjhurssonar, Malkijasonar, og brøður hans ættarhøvdingarnir tvey hundrað og fjøruti og tveir mans; og Ámasjsai Ázarelsson, Ázaisonar, Mesjillemotssonar, Immerssonar, og brøður hans eitt hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. Oddamaður teirra var Zabdiel Gedolimsson. Av Levitunum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, Bunnisonar, og Levita-høvdingarnir Sjabbetai og Józabad, ið settir vóru yvir uttanhýsisstarvinum við hús Guðs, og Mattanja Mikason, Zabdisonar, Ásafssonar, sum undir bønarhaldinum skipaði lovsangin, og Bakbukja, annar hægstur av brøðrum sínum, og Abda Sjammuason, Gálalssonar, Jedutunssonar. Allir Levitarnir í borgini halgu vóru tilsamans tvey hundrað og áttati og fýra. Av duravørðunum: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum stóðu á varðhaldi við liðini, tilsamans eitt hundrað og sjeyti og tveir. Men allir hinir Ísraelsmenn, prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum borgum Júda, hvør á síni ogn. Tempultrælirnir búðu í Ófel, og Ziha og Gisjpa vóru settir yvir teimum. Yvirmaður Levitanna við tænastuna í húsi Guðs í Jerúsalem var Uzzi Bánison, Hásjabjasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, av eftirkomarum Ásafs, sangarunum. Kongur hevði givið skipan um teir, og sangarunum var tilskilað vist gjald, ið teimum tørvaði fyri hvønn dag. Petaja Mesjezabelsson ein av eftirkomarum Zera Júdasonar var umboðsmaður hjá kongi í øllum málevnum fólksins. Og viðvíkjandi jarðyrkisbygdunum so búðu nakrir av Júdamonnum í Kirjat-Arba og bygdunum har íkring, í Dibon og bygdunum har íkring, í Jekabzeel og torpunum har íkring, í Jesjua, Molada, Bet-Pelet, Házar-Sjúal, Beer-Sjeba og bygdunum har íkring. Í Ziklag, Mekona og bygdunum har íkring, í En-Rimmon, Zórea, Jarmut, Zánoa, Ádullam og torpunum har íkring, í Lákisj við teirri jørð, sum har lá til, í Ázeka og bygdunum har íkring. Teir høvdu tikið sær bústað frá Beersjeba alt norður at Hinnomsdali. Benjaminitarnir búðu í Geba, Mikmas, Ajja, Betel og bygdunum har íkring, Ánatot, Nób, Ánanja, Házor, Ráma, Gittáim, Hádid, Zeboim, Neballat, Lód, Óno og Smiðadali. Av Levitunum búðu summar Júdadeildirnar í Benjamin.
Og hesir eru teir prestar og Levitar, ið fóru heim við Zerubbábel Sjealtielssyni og Jesjua: Seraja, Jeremja, Ezra, Ámarja, Malluk, Hattusj, Sjekanja, Hárim, Meremot, Iddo, Ginnetoi, Ábia, Mijjamin, Máadja, Bilga, Sjemaja, Jójarib, Jedaja, Sallu, Ámok, Hilkia og Jedaja. Hesir vóru oddamenn prestanna og brøðra teirra á døgum Jesjua. Og Levitarnir: Jesjua, Binnui, Kadmiel, Sjerebja, Júda, Mattanja, sum saman við brøðrum sínum skipaðu lovsangin, meðan Bakbukja og Unni við brøðrum sínum stóðu yvir teimum við tænastugerðina. Og Jesjua gat Jójakim, Jójakim gat Eljasjib, Eljasjib gat Jójada, Jójada gat Jóhanan og Jóhanan gat Jaddua. Á døgum Jójakims vóru hesir høvuðsmenn fyri prestaættirnar: Meraja fyri Seraja, Hánanja fyri Jeremja, Mesjullam fyri Ezra, Jóhanan fyri Ámarja, Jónatan fyri Malluk, Jósef fyri Sjebanja, Adna fyri Hárim, Helkai fyri Merajot, Zekarja fyri Iddo, Mesjullam fyri Ginneton, Zikri fyri Ábia, ... fyri Minjamin, Piltai fyri Máadja, Sjammu fyri Bilga, Jónatan fyri Sjemaja, Mattenai fyri Jójarib, Uzzi fyri Jedaja, Kallai fyri Sallu, Eber fyri Ámok, Hásjabja fyri Hilkia og Netánel fyri Jedaja. Levita-ættarhøvdingarnir á døgum Eljasjibs, Jójada, Jóhanans og Jaddua vóru skrásettir og somuleiðis prestarnir alt fram at ríkisstjórn Dáriusar hins persiska. Av eftirkomarum Levi vóru ættarhøvdingarnir skrásettir í árbókina alt fram at døgum Jóhanans Eljasjibssonar. Høvuðsmenn Levitanna vóru: Hásjabja, Sjerebja, Jesjua, Binnui, Kadmiel og brøður teirra, sum stóðu yvir av teimum til tess at syngja lovsangin og takkarsangin samsvarandi boði Dávids Guðsmansins, flokkur hjá flokki. Mattanja, Bakbukja, Óbadja, Mesjullam, Talmon og Akkub vóru duravørðir og stóðu á varðhaldi við goymslubúrini við liðini. Hesir vóru høvuðsmenn á døgum Jójakims Jesjuasonar, Józadakssonar, og á døgum Nehemia landsstjóra og Ezra prests hins skriftlærda. Men tá ið borgargarður Jerúsalems skuldi verða vígdur, tá søktu teir Levitarnar frá øllum bústøðum teirra og komu við teimum til Jerúsalem til at halda vígsluna við gleði og fagnaðarljóðum, við glymskálum, hørpum og søltrum. Tá savnaðust sangararnir saman bæði av landinum kring Jerúsalem og úr torpum Netofatita, úr Bet-Gilgal og av landinum kring Geba og Azmavet, tí at sangararnir høvdu bygt sær torpar kring Jerúsalem. Tá ið prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg, reinsaðu teir fólkið, liðini og borgargarðin. Síðan læt eg høvdingar Júda stíga upp á borgargarðin og skipaði tvinnar fjølmentar skrúðgonguflokkar til at lovsyngja; annar gekk til høgru uppi á borgargarðinum móti Mykjuliðinum; honum fylgdi Hósjaja og helmingurin av høvdingum Júda; tínæst nakrir av prestunum við lúðrum, Ázarja, Ezra, Mesjullam, Júda, Binjamin, Sjemaja og Jeremja; somuleiðis Zekarja Jónatansson, Sjemajasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, Zakkurssonar, Ásafssonar, og brøður hansara Sjemaja, Ázarel, Milalai, Gilalai, Máai, Netánel, Júda, Hánani við ljóðførum Dávids Guðsmansins, og undan teimum gekk Ezra hin skriftlærdi. Teir gingu yvir Lindarliðið beint fram niðan trappurnar at Dávidsborgini, har gingið verður upp á borgargarðin omanvert við høll Dávids og síðan eystur at Vatnsliði. Hin lovsongsflokkurin, sum eg og hin helmingur fólksins fylgdust við, gekk til vinstru uppi á borgargarðinum yvir Ovntorninum fram at Breiðaborgargarði, og framvegis yvir Efraimliðið, Gamlaliðið, Fiskaliðið, Hánaneltorn, Meatornið alt at Seyðaliðinum og tóku støðu við Varðhaldsliðið. Síðan tóku báðir lovsongsflokkarnir støðu í húsi Guðs og somuleiðis eg og við mær helmingur oddamannanna og prestarnir Eljakim, Máaseja, Minjamin, Mika, Eljoenai, Zekarja, Hánanja við lúðrum; framvegis Máaseja, Sjemaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkija, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða, meðan Jizraja skipaði. Teir ofraðu mikil sláturoffur henda dag og gleddu seg, tí at Guð hevði veitt teimum mikla gleði; eisini konur og børn gleddust, so at gleðirómurin úr Jerúsalem hoyrdist langar leiðir. Henda sama dag vórðu skipaðir tilsjónarmenn yvir teimum herbergum, ið vóru goymslubúr fyri offuravskurðinum, frumgróðrinum og tíggjundini, til tess at greiðslurnar av borgarjørðini, sum prestarnir og Levitarnir eftir lógini skuldu hava, skuldu verða bornar inn hagar; tí at tað var Júdamonnum ein gleði, at prestarnir og Levitarnir gjørdu tænastu. Hesir høvdu umsjón við øllum, ið var at gæta viðvíkjandi gudstænastuni og reinsanini; eisini sangararnir og duravørðirnir gjørdu skyldu sína samsvarandi boði Dávids og Sálomons, sonar hans. Tí at longu í forðum, á døgum Dávids var Ásaf á odda fyri sangarunum og skipaði lovsongin og takkarsongin Guði til handar. Og allir Ísraelsmenn á døgum Zerubbábels og Nehemia lótu av hendi greiðslurnar til sangararnar og duravørðirnar tað, sum hvønn dag var tørvur á; og Levitunum góvu teir halgigávur, og Levitarnir góvu Árons sonum halgigávur.
Tann dagin varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og fanst tað ritað í henni, at eingin Ammoniti ella Móabiti nakrantíð mátti sleppa upp í savnað Guðs, aftur fyri at teir ikki vóru komnir ímóti Ísraelsbørnum við breyði og vatni, og at hann hevði leigað móti teimum Bileam til tess at bølbiðja teir; men Guð okkara snúði bølbønini í signing. Tá ið teir nú hoyrdu lógina, skildu teir alt fremmandafólk burtur úr Ísrael. Men nakað framman undan hesum hevði Eljasjib prestur, ið settur var yvir herbergunum við hús Guðs várs og skyldur var við Tóbija, útbúgvið honum stórt herbergi, har sum menn áður høvdu goymt grónofrið og roykilsið, ílátini og tíggjundina av korni, aldinløgi og olju, hinar lógbodnu greiðslurnar til Levitarnar, sangararnar og duravørðirnar og somuleiðis offuravskurðin til prestarnar. Men meðan hetta fór fram, var eg ikki í Jerúsalem, tí at á tríatiunda og øðrum ríkisári Artakserksesar, Bábelkongs, var eg komin aftur til kongin; men nakrar dagar seinni bað eg um heimloyvi av kongi; og tá ið eg kom til Jerúsalem og sá tað illa, sum Eljasjib hevði gjørt við at útbúgva Tóbija herbergi í forgørðunum í húsi Guðs, tá varð eg ógvuliga illur, kastaði øll húsgøgn hjá Tóbija úr herberginum út á geilar og beyð at reinsa herbergið; síðan flutti eg inn aftur hagar ílát hús Guðs, grónofrið og roykilsið. Eg komst eisini eftir tí, at greiðslurnar til Levitanna ikki høvdu verið latnar, so at teir Levitar og sangarar, sum gera skuldu tænastu, vóru rýmdir heim aftur á jørð sína. Tá setti eg at yvirmonnunum og segði: «Hví verður hús Guðs vanskettað?» Síðan stevndi eg Levitunum saman og setti teir aftur í stað teirra. Og allir Júdamenn førdu nú í goymslubúrini tíggjundina av korni, aldinløgi og olju. Yvir goymslubúrini skipaði eg teir Sjelemja prest, Zádok skrivara og Pedaja, ein av Levitunum, og teimum til hjálpar: Hánan Zakkursson Mattanjasonar; tí at teir vóru taldir álitismenn; og teirra skylda var tað at býta út til brøðra sína. Minst mær hetta aftur Guð mín og strika ikki tær góðgerðir út, ið eg havi gjørt fyri hús Guðs míns í tænastu hans! Um hetta sama mundið sá eg nakrar í Júda, sum tróðu vínfargið á hvíludegnum og bóru inn korn á asnabaki og somuleiðis vín og vínber og fikur og alskyns vørur og komu við tí á hvíludegnum til Jerúsalem. Teimum hevði eg at, tá ið teir seldu hesar matvørur. Og Týrusmenn, ið har høvdu sett seg niður, komu somuleiðis við fiski og alskyns torgvørum og seldu Júdamonnum tað á hvíludegnum í Jerúsalem. Tá setti eg at tignarmonnum Júda og segði við teir: «Hvat er hetta fyri ógerð, tit havast at, at tit vanhalga hvíludagin? Hevur ikki Guð okkara leitt alla hesa ógævu yvir okkum og yvir hesa borg, fyri tað at fedrar tykkara fóru soleiðis at? Og nú royna tit at birta upp undir vreiði hans móti Ísrael við at vanhalga hvíludagin!» Og so skjótt sum tað fór at vera myrkt í borgarliðum Jerúsalems atfangakvøldið, beyð eg, at hurðarnar skuldu verða lokaðar, og at tær ikki skuldu verða upp aftur latnar, fyrr enn hvíludagurin var liðin. Og eg setti nakrar av sveinum mínum við liðini til at gæta tey, at ongar vørur sluppu innum á hvíludegnum. Keypmenninir og teir, ið seldu alskyns torgvørur, høvdu nú nakrar ferðir ligið náttina uttan fyri Jerúsalem. Eg hevði tí at teimum og segði við teir: «Hví liggja tit náttina úti fyri borgargarðinum? Gera tit hetta aftur, leggi eg hond á tykkum!» Eftir hetta komu teir ikki aftur á hvíludegnum. Somuleiðis beyð eg Levitunum, at teir skuldu reinsa seg og síðan koma og gæta borgarliðini, til tess at hvíludagurin kundi verða hildin heilagur. Minst mær eisini hetta aftur, Guð mín, og várkunna mær eftir tíni miklu miskunn. Samstundis sá eg eisini Júdear, ið høvdu konur úr Asdod, Ammon og Móab. Helmingur barna teirra talaði Asdodmál ella tungumál hjá øðrum tjóðum, men dugdi ikki at tala Júda-tungu. Eg setti at teimum og bað ilt oman yvir teir, ja, sló summar av teimum og roytti teir í hárið og svór teir við Guð og segði: «Giftið ikki sonum teirra døtur tykkara og takið ikki sonum tykkara ella sjálvum tykkum døtur teirra til konu! Var ikki tílíkt orsøkin til, at Sálomon, Ísraels kongur, syndaði? Millum allar hinar mongu tjóðirnar fanst ikki javnlíki hans; og so nógv var hann elskaður av Guði sínum, at Guð gjørdi hann til kong yvir øllum Ísrael; tó varð eisini hann tøldur av fremmandum konum til at synda! Skulu vit nú hoyra um tykkum, at tit fremja hesa miklu ógerð og sýna Guði tílíkt trúloysi, við tað at tit taka tykkum útlendskar konur?» Ein av sonum Jójada Eljasjibssonar, høvuðsprests, ið var mágur Sanballats Hóronita, rak eg burtur frá mær. Minst teimum tað aftur, Guð mín, at teir vanhalgaðu prestadømið og sáttmála prestanna og Levitanna! Soleiðis reinsaði eg teir frá øllum fremmandum. Og eg fekk prestunum og Levitunum alt aftur í rættlag viðvíkjandi tænastuni og hvørs mans starvi og viðvíkjandi viðinum, ið greiddur skuldi verða til ásetta tíð, og frumgróðrinum. Minst mær hetta aftur, Guð mín, til góða!
Á døgum Áhasverusar – tann Áhasverus, sum ríkti yvir eitt hundrað og tjúgu og sjey londum, frá Indiulandi til Blálanda – tá ið Áhasverus sat í hásæti sínum í kongsborgini Súsan, bar tað á, at hann á triðja ríkisári sínum helt veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; Persiulands jallar, tignarmenn Mediulands og skattlandskongar vóru gestir hansara. Sýndi hann har allan eyð og alla dýrd kongsdømis síns og hin geislandi ljóma av tign síni í mangar dagar – hundrað og áttati dagar. Tá ið hesir dagar vóru lidnir, gjørdi kongur øllum fólkinum, sum var í borgini Súsan, bæði høgum og lágum, veitslu í sjey dagar í forgarðinum við hallargarð kongs. Har var hvítt lín og blátt purpur bundið við festum av fínum líni og reyðum purpuri upp á silvurringar og marmorsúlur; legubeinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvinum, sum var alsett við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori. Har vórðu bornir inn drykkir í gullskálum, eingin skálin lík aðrari, og nøgd av kongligum víni, so sum høvdingum høvir. Drykkjulagið var fyriskipað á tann hátt, at ikki skuldi verða noytt upp á nakran; tí at kongur hevði boðið hirðmonnunum at lata einhvønn gera, sum honum lysti. Samstundis gjørdi Vasjti drotning konunum veitslu í kongshøll Áhasverusar kongs. Men á sjeynda degi, tá ið kongur var væl hýrdur av víni, beyð hann Mehumani, Bizta, Harbóna, Bigta, Abagta, Zetari og Karkasi teimum sjey hirðmonnunum, ið tæntu Áhasverusi kongi, at leiða Vasjti drotning inn fyri kong við kongligari krúnu á høvdi, fyri at hann kundi sýna fólkum og herhøvdingum fagurleika hennara, tí at hon var fríð í ásjón. Men Vasjti drotning vildi ikki koma eftir kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni. Tá kom øði í kong, og vreiði hans tendraðist. Og kongur segði við vísmenninar, ið dugdu á at skyna tíðunum – tí soleiðis vórðu orð kongs løgd fram fyri teir, ið høvdu skil á lóg og rætti, og teir, ið stóðu honum næstir vóru Karsjena, Sjetar, Admáta, Tarsjisj, Meres, Marsena, Memukan, sjey høvdingar Persa og Meda, ið sóu andlit kongs og høvdu ovastu sætini í ríkinum –: «Hvat eigur eftir lógini at verða gjørt við Vasjti drotning, fyri at hon var ólýðin tí kongsins boði, ið hirðmenninir bóru henni?» Tá mælti Memukan í hjástøðu kongs og alra høvdinganna: «Vasjti drotning hevur ikki einans brotið ímóti kongi, men ímóti øllum høvdingum og fólkum í skattlondum Áhasverusar kongs; tí at hvussu drotningin hevur borið seg at, tað munnu allar konur fáa at hoyra; tær fara tí at lítilsvirða menn sínar, tá ið tað frættist: Áhasverus kongur beyð at leiða Vasjti drotning fram fyri seg, men hon vildi ikki koma! Ja, longu í dag munnu tignarfrúur Persa og Meda, tá ið tær hoyra um atferð drotningarinnar fara at svara á sama hátt høvdingum kongs; og harav fer einans vanvirðing og vreiði at standast. Um kongi hóvar, tá lati hann kongligt boð ganga út og verða óbroytiliga ritað í lógbók Persa og Meda, um at Vasjti drotning ongantíð aftur má koma fram fyri Áhasverus kong, og at drotningartign hennara skal verða givin aðrari, sum er betri enn hon! Tá ið úrskurður kongs verður kunnur um alt ríkið hans – tí tað er mikið – tá fara allar konur, bæði høgar og lágar, at virða menn sínar.» Hesi orð hóvaði bæði kongi og høvdingum hans, og kongur fór eftir ráðum Memukans. Brøv vórðu tá send til øll skattlond kongs, í hvørt land eftir skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara, at hvør maður skuldi vera harri í sínum húsi og tala tungumál tjóðar sínar.
Eftir henda tilburð, tá ið vreiðin var runnin av Áhasverusi, mintist hann á Vasjti og tað, sum hon hevði gjørt, og somuleiðis á dómin yvir hana. Tá søgdu sveinar kongs, ið honum tæntu: «Kongur eigur at lata savna til sín moyggjar ungar og fríðar í ásjón; tí skal kongur skipa menn í øllum skattlondum ríkisins til at leita eftir ungum, fríðum moyggjum og føra tær til borgina Súsan í kvennabúrið undir umsjón Hega, hirðmans kongs, hann, sum goymir at konunum; tær skulu fáa salvur til at fríðka seg við; og hon, ið tá toknast kongi best, skal verða drotning í stað Vasjti!» Kongi líkaði hetta ráð væl og fylgdi tí. Í borgini Súsan var júdeiskur maður at navni Mordokai Jáirson, Sjimisonar, Kisjsonar, Benjaminiti, ið hevði verið rikin úr Jerúsalem saman við teimum hertiknu, sum saman við Júdakongi Jekonja vórðu herleiddir av Nebukadnesari Bábelkongi. Hann var fosturfaðir Hádassu – tað er Ester – dóttur faðirbróður hans; tí at hon átti hvørki faðir ella móður. Men gentan var vælvaksin og fríð í ásjón; og tá ið faðir og móðir hennara andaðust, hevði Mordokai tikið hana til sín í dóttur stað. Tá ið nú tað, sum kongur hevði boðið og skipað, varð kunnugt, og mangar gentur vóru savnaðar í borgini Súsan undir umsjón Hega, tá varð eisini Ester leidd í kongsins høll, har Hega hevði umsjón við konunum. Gentan hugaði honum og fann náði fyri eygum hans; hann læt hana tí sum skjótast fáa salvur til at fríðka hold sítt og gav henni tann mat, ið henni dámdi, og tær ternurnar, ið henni vóru ætlaðar úr kongshøllini; og hann læt hana og ternur hennara fáa besta herbergi kvennabúrsins. Ester hevði einki sagt um heimland og ætt sína, tí at Mordokai hevði boðið henni ikki at tala um hetta. Dag um dag gekk Mordokai aftur og fram í forgarði kvennabúrsins til tess at fregnast um, hvussu Esteri visti við, og hvat henni var fyri. Men tá ið stundin kom, at ein av gentunum skuldi fara inn fyri Áhasverus kong, eftir at hon í tólv mánaðir hevði fyrireikað seg eftir lóg viðvíkjandi konum – so leingi skuldu tær fríðka hold sítt: í seks mánaðir við myrruolju og í seks mánaðir við balsamsmyrslum og øðrum, ið konur nýta til holdfríðkanar – tá ið nú gentan skuldi inn fyri kong, varð henni givið alt tað, sum hon bað um at fáa við sær úr kvennabúrinum í kongshøllina. Um kvøldið fór hon inn, og um morgunin kom hon út aftur og fór inn í annað kvennabúr undir umsjón Sjáasjgazar, hirðmans kongs, ið goymdi at hjákonunum; ikki mátti hon koma inn aftur fyri kong, uttan so at kongur hevði fingið tílíkan hug á henni, at serlig boð vórðu send eftir henni. Tá ið nú røðin kom, at Ester, dóttir Ábihails, faðirbróður Mordokai, ið hevði tikið hana til sín í dóttur stað, at hon skuldi fara inn fyri kong, vildi hon einki hava við sær uttan tað, ið tilskilað var av kvennavørðinum Hega, hirðmanni kongs. Og Ester fann náði í eygum alra teirra, ið hana sóu. Ester varð nú tikin inn til Áhasverusar kongs inn í kongligu høll hans í tíggjunda mánaði – tað er tebet mánaður – á sjeynda ríkisári hans. Og kongur legði meira ástir við Ester enn allar aðrar konur; hon vann yndi og tokka hansara fram um allar moyggjar. Og hann setti kongliga krúnu á høvur hennara og gjørdi hana drotning í staðin fyri Vasjti. Síðan gjørdi hann øllum høvdingum og tænarum sínum mikla veitslu – Esterar veitslu – beyð at halda hvíludag um øll skattlond síni og gav gávur, ið kongi sømdi. Eina ferð vildi so til, at Mordokai sat í kongsliðinum, men Ester hevði ikki borið ætt og tjóð sína upp á mál, so sum Mordokai hevði boðið henni, eins og tá ið hon var til fosturs hjá honum – um tað bilið sum Mordokai sat í kongsliðinum reiddust Bigtan og Teresj, hirðmenn kongs, tveir av duravørðunum, inn á Áhasverus kong og leitaðu sær høvi til at leggja hond á hann. Men Mordokai fekk hetta at vita og segði tað fyri Esteri drotning; hon flutti kongi hesi tíðindi frá Mordokai; og tá ið málið varð rannsakað og royndist satt, vórðu teir báðir festir á gálga. Hetta varð síðan ritað í árbókina í hjástøðu kongs.
Eftir henda tilburð veitti Áhasverus kongur Hámani Hamdatasyni Ágagita miklan frama og heiður og gav honum sæti fyri oman allar høvdingar, ið við honum vóru. Allir tænarar kongs, ið sótu í kongsliðinum, fullu á knæ og lútaðu Hámani; tí at henda heiður hevði kongur boðið at sýna honum; men Mordokai vildi hvørki falla á knæ ella lúta. Tá søgdu tænarar kongs, ið sótu í kongsliðinum, við Mordokai: «Hví brýtur tú boð kongs?» Dagliga bóru teir hetta upp á mál við hann; men hann lýddi ikki á teir. Í tí skili søgdu teir Hámani frá tí til tess at síggja, um orð Mordokai kundu hava gildi; tí at hann hevði sagt teimum, at hann var júdeiskur maður. Tá ið Háman sá, at Mordokai hvørki fell á knæ ella lútaði honum, gjørdist hann ógvuliga reiður. Men tað tóktist honum ov lítið eina at leggja hond á Mordokai. Tí ætlaði hann, tá ið hann hevði fingið at vita, av hvørji tjóð Mordokai var, við øllum listum at avoyða allar Júdear úr kongaríki Áhasverusar, tí at teir vóru samlandar Mordokai. Í fyrsta mánaði – tað er í nisan mánaði – á tólvta ríkisári Áhasverusar kongs, varð í hjástøðu Hámans pur – tað er lutur – kastaður um dag og mánað; og lutkastið fell á trettanda dag hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar. – Síðan segði Háman við Áhasverus kong: «Til er tjóð, ið býr spjadd og fyri seg sjálva tjóðanna millum í øllum skattlondum í ríki tínum; lógboð teirra eru ikki sum hjá øðrum tjóðum; og lógboð kongs halda teir ikki; ikki sømir kongi at geva teimum grið. Um hetta hóvar kongi, tá sendi hann skrivligt boð um at avoyða teir; eg kann tá útvega embætismonnunum tíggju túsund talentir av silvuri til at leggja í fæhirðslur kongs.» Tá dró kongur innsiglisringin av hond síni og fekk hann Ágagitanum Hámani Hamdatasyni, fígginda Júdeanna. Og kongur segði við Háman: «Silvurið skal verða títt, og við tjóðina mást tú gera, sum tær lystir!» Á trettanda degi hins fyrsta mánaðar vórðu skrivarar kongs stevndir saman, og tað varð skrivað, so sum Háman mælti fyri, til jallar kongs og til landsstjórar í øllum skattlondum, til høvdingarnar fyri hvørjum serstøkum fólki, til hvørt skattland í egnari skrift tess og til hvørja tjóð á egna máli hennara; í navni Áhasverusar kongs varð tað ritað og innsiglað við innsiglisringi hansara. Ritini vórðu send við snarboðberum til øll skattlond kongs til at týna, drepa og avoyða allar Júdear, bæði ungt og gamalt, børn og konur á einum degi, trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er ádar mánaður. Eintak av hesum riti, ið verða skuldi lóg í øllum skattlondum, varð kunngjørt hvørji tjóð til tess at vera búgvin henda dag. So skjótt sum lógin var givin í borgini Súsan, fóru snarboðberarnir út við boðum kongs. Kongur og Háman settust at drekka; men á borgina Súsan var ræðsla lopin.
Tá ið Mordokai frætti, hvat ið gjørt var, skræddi hann klæði síni, klæddist í sekk og øsku og fór út í miðja borgina og eymkaði seg sáran. Síðan kom hann at kongsliðinum, men fór ikki inn í tað, tí eingin mátti fara inn í kongsliðið klæddur í sekki. Men í øllum skattlondum, hagar sum skipan og lógboð kongs komu, varð mikil harmur Júdeanna millum, føsta, grátur og venan; og mong vóru tey, ið gjørdu sær legur av sekki og øsku. Tá ið fylgismoyggjar Esterar og hirðmenn hennara søgdu henni frá hesum, gjørdist drotningin ógvuliga sorgarbundin; hon sendi tá klæði og beyð at lata Mordokai í tey og lata hann úr sorgarbúnanum; men hann vildi ikki taka við teimum. Tá kallaði Ester til sín Hátak, ein av hirðmonnum kongs, ið hann hevði sett at tæna henni, og bað hann fara til Mordokai og fáa at vita, hvat ið bagdi, og hví hann bar seg soleiðis at. Hátak fór nú út til Mordokai á borgartorgið, ið var frammanvert við kongsliðið. Mordokai segði honum alt, ið honum hevði borist á, og nøgdina av tí silvuri, ið Háman hevði lovað at viga upp í fæhirðslur kongs fyri teir Júdear, ið týna skuldu lívið. Hann flýddi honum eisini eintak av tí lógarriti, ið givið var út í Súsan um at avoyða teir; tað skuldi hann sýna Esteri, bera henni boð og bjóða henni at fara inn fyri kong og biðja hann sýna miskunn og várkunna tjóð hennara. Hátak kom tá og læt Ester vita tað, sum Mordokai hevði sagt; men Ester bað Hátak fara og siga við Mordokai: «Øllum tænarum kongs og øllum fólkum í skattlondum hansara er tað kunnugt, at hvør maður ella kona, ið óboðin fer inn fyri kong í innara forgarðin, er undir lóg, at hann má láta lív, um ikki kongur rættir út gullsprota sín ímóti honum til tekin um, at hann skal vera á lívi. Men eg havi nú ikki verið boðin inn fyri kong í tríati dagar!» Tá ið Mordokai hoyrdi hesi orð Esterar, beyð hann siga við hana: «Hugsa ikki, at tú eina av øllum Júdeum sleppur undan, av tí at tú ert í kongshøllini! Nei, um so er, at tú tigur nú, man tó hjálp og bjarging koma Júdeum úr einumhvørjum øðrum staði; men tú og ættarfólk títt munnu farast; men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?» Ester beyð tá siga við Mordokai: «Far og savna saman allar Júdear, sum eru í Súsan, og fastið vegna mín og etið og drekkið ikki í tríggjar samfeldar dagar og nætur; eisini eg og fylgismoyggjar mínar skulu fasta á sama hátt. Síðan vil eg fara inn fyri kong, tó at tað er ímóti lógini; men eigi eg at farast, tá lat meg farast!» Mordokai fór tá og gjørdi í øllum, so sum Ester hevði boðið honum.
Men á triðja degi læt Ester seg í kongligt skrúð og gekk at kongshøllini inn í innara forgarðin framman fyri kongshøllini. Kongur sat tá í hásæti sínum í kongshøllini inn av hallardurum. Tá ið kongur sá Ester drotning standa í forgarðinum, vann hon yndi hans; kongur rætti út móti Esteri gullstavin, sum hann hevði í hendi; og Ester kom nærri og nart við knappin á stavinum. Kongur segði við hana: «Hvat bagir tær, Ester drotning, og hvat er ynski títt? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!» Tá mælti Ester: «Um kongi tað líkar, tá komi kongur við Hámani í veitslu, sum eg havi búgvið honum til.» Kongur svaraði: «Sendið skjótt boð eftir Hámani, so at verða má, sum Ester sigur!» Síðan fóru kongur og Háman í veitslu hjá Esteri. Meðan tey nú sótu og drukku vín, sigur kongur við Ester: «Hvør so bøn tín er, skal hon verða tær veitt, og hvat tú so biður um, veri tað helmingur ríkisins, hann skal verða tær givin!» Tá tók Ester til orða og segði: «Hetta er bøn og ynski mítt: Havi eg funnið náði í eygum kongs, og hóvar tað kongi at veita mær bøn mína og tað, sum eg biði, tá komi kongur og Háman til veitslu, ið eg vil gera teimum. Í morgin vil eg tá gera, sum kongur hevur sagt!» Háman fór haðan tann dagin glaður og í góðum hýri; men tá ið hann í kongsliðinum sá Mordokai, ið hvørki stóð upp ella flutti seg fyri honum, varð hann ógvuliga óður inn á Mordokai. Kortini sissaði hann seg; men tá ið hann var komin heim, sendi hann boð eftir vinum sínum og Zeresj, konu síni. Háman segði teimum frá mikla ríkidømi sínum og nógvu sonum sínum og tí frama, ið kongur hevði veitt honum við at hevja hann yvir allar høvdingar og tænarar sínar. Og Háman mælti: «Ja, ongan uttan meg læt Ester drotning koma við kongi í veitsluna, ið hon gjørdi; hon hevur eisini boðið mær í morgin saman við kongi. Men alt hetta er mær ikki nóg mikið, so leingi eg síggi handa Júdean Mordokai sita í kongsliðinum!» Tá segði Zeresj, kona hansara, við hann og allir vinir hansara: «Ger ein fimmti alna høgan gálga og sig við kong í morgin, at hann skal heingja Mordokai í hann, og far síðan glaður í veitslu við kongi!» Hetta tóktist Hámani hyggjuráð, og hann læt gálgan gera.
Tá ið kongur og Háman vóru komnir í veitsluna hjá Esteri drotning, sigur kongur uppaftur henda dagin við Ester, meðan tey sótu og drukku vín: «Ester drotning, hvør er bøn tín? Hon skal verða tær veitt. Hvat tú so biður um, veri tað helmingur ríkisins, tað skal verða tær givið!» Tá svaraði Ester drotning: «Havi eg funnið náði í eygum tínum, kongur, og hóvar tað kongi, tá verði givið mær lív mítt eftir bøn míni og tjóð mín eftir ynski mínum! Tí at eg og tjóð mín eru seld til at verða týnd, dripin og avoydd. Hevði tað einki annað verið, enn at vit vórðu seld sum trælir og trælkonur, tá hevði eg tagt; tí tað hevði ikki verið nóg mikið til at ónáða kong við!» Tá mælti Áhasverus kongur og segði við Ester drotning: «Hvør er hann, og hvar er hann, sum hevur í huga at gera tílíkt?» Ester svaraði: «Mótstøðumaðurin og fíggindin er hasin vándi Háman!» Tá gjørdist Háman ógvuliga ræddur fyri kongi og drotning. Kongur fór í vreiði frá víndrykkjuni og út í hallargarðin; men Háman var eftir til tess at bøna Ester drotning um lív sítt; tí hann sá, at kongur hevði avrátt honum ógævu. Tá ið kongur kom úr hallargarðinum inn aftur í veitsluhøllina, hevði Háman tveitt seg niður á tann legubeinkin, ið Ester lá á; tá segði kongur: «Man hann eisini ætla at neyðtaka drotningina her í húsi mínum, meðan eg eri hjá?» Áður enn orðini vóru kongi av munni farin, huldu menn andlit Hámans. Og Harbóna, ein av hirðmonnunum, ið tæntu kongi, mælti: «Sí, hin fimmti alna høgi gálgin, ið Háman gjørdi Mordokai, hvørs orð vóru kongi til bata, stendur búgvin heima við hús hjá Hámani!» Tá mælti kongur: «Festið hann á hann!» Og teir hongdu Háman í tann gálga, sum hann hevði búgvið Mordokai til. Tá rann vreiðin av kongi.
Sama dag gav Áhasverus kongur Esteri drotning húsið, sum Háman, fíggindi Júdeanna, hevði átt. Og Mordokai gekk fyri kong, tí Ester hevði sagt honum, hvussu hann hevði verið móti sær. Kongur dró av hond síni innsiglisringin, sum hann hevði tikið frá Hámani, og fekk Mordokai hann. Og Ester setti Mordokai yvir hús Hámans. Men Ester talaði aftur við kong, fell honum til kníggja og bønaði hann grátandi um at ónýta tey ilskuráð, ið Háman Ágagiti hevði upphugsað ímóti Júdeunum. Men kongur rætti út gullsprotan móti Esteri; tá stóð hon upp og gekk fram fyri kong og mælti: «Hóvar tað kongi, og havi eg funnið náði í eygum hansara, og tað tykist kongi hóskandi, og um honum dámar meg væl, tá lati hann skrivliga afturkalla tey brøv, ið Ágagitin Háman, Hamdatasonur, upphugsaði og ritaði til tess at avoyða allar Júdear í øllum skattlondum kongs! Tí hvussu skal eg orka at síggja tílíka ógævu koma yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja ætt mína farast? Tá segði Áhasverus kongur við Ester drotning og Mordokai Júdea: «Sí, hús Hámans havi eg givið Esteri, og sjálvur er hann hongdur á gálgan aftur fyri, at hann vildi leggja hendur á Júdear. Men skrivið nú tit viðvíkjandi Júdeum tað, ið tykkum líkar í navni kongs, og innsiglið tað við innsiglisringi kongs! Tí hvørt bræv, ið skrivað er í navni kongs og innsiglað við innsiglisringi kongs, tekst ikki aftur.» Tá vórðu skrivarar kongs stevndir saman á tjúgunda og triðja degi hins triðja mánaðar – tað er mánaðurin sivan. Og tað varð skrivað, so sum Mordokai mælti fyri til Júdearnar, jallarnar, landsstjórarnar og høvdingar skattlandanna frá Indiulandi alt til Blálanda – eitt hundrað og sjeyti skattlond – til hvørt skattland í skrift tess og til hvørja tjóð á máli hennara; somuleiðis til Júdearnar í skrift og á máli teirra. Hann skrivaði brøvini í navni kongs, innsiglaði tey við innsigli kongs og sendi tey við ríðandi snarboðberum, ið riðu á kongligum gangarum úr rossafylgi kongs. Í teimum stóð, at kongur loyvdi Júdeum í hvørji borg at savnast saman og verja lív sítt, og í hvørji tjóð og í hvørjum landi at oyða, deyða og týna hvørt ránsmannalið, sum ráddist á teir, og somuleiðis børn og konur teirra og ræna ognir teirra, alt á einum degi í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar. Eintak av hesum riti, ið verða skuldi lóg í øllum skattlondum, varð kunngjørt hvørji tjóð, til tess at Júdearnir skuldu vera albúnir á hesum degi at hevna seg á fíggindar sínar. Alt fyri eitt, sum hetta lógboð var givið út í borgini Súsan, fóru snarboðberarnir eftir boði kongs avstað ríðandi á kongligum gangarum so skjótt, sum teir kundu. Men Mordokai fór út frá kongi í kongligum skrúði av bláum purpuri og hvítum líni við stórari gullkrúnu og møttuli av fínum líni og reyðum purpuri; og í borgini Súsan var gleði og mikið gaman. Hjá Júdeunum var ljómi og gleði, fagnaður og heiður. Og í øllum skattlondum og í hvørji borg, hagar sum boð og lóg kongs komu, varð Júdeanna millum gleði og fagnaður, veitsluhald og hátíð; og mangir av íbúgvum landsins tóku við júdeiskum átrúnaði; tí at ræðsla fyri Júdeum var komin yvir teir.
Á trettanda degi hins tólvta mánaðar – tað er mánaðurin ádar – tá ið fyriskipan og lógboð kongs áttu at koma í gildi – á tí degi, tá ið fíggindar Júdeanna høvdu vónað at fingið vald á teimum, meðan nú tvørtur ímóti Júdearnir fingu vald á øvundarmonnum sínum, tá savnaðust Júdearnir saman í øllum borgum sínum í øllum skattlondum Áhasverusar kongs til tess at herja á teir, ið teimum vildu gera mein; og allir máttu lúta fyri teimum; tí at ræðsla fyri teimum var komin yvir allar tjóðir. Og allir skattlandshøvdingar og jallar, landsstjórar og embætismenn kongs dugnaðu Júdeum hond, tí at ræðsla fyri Mordokai var á teimum. Tí Mordokai var vorðin mikil maður við hirð kongsins, og ágiti hansara var farið um øll skattlondini, tí at vald hansara Mordokai vaks í hvørjum. Júdear bardu nú fíggindar sínar við svørðshøggum, myrdu og oyddu teir og gjørdu, sum teimum lysti við øvundarmenn sínar. Í borgini Súsan drópu og týndu Júdearnir fimm hundrað mans. Og Parsjandata, Dalfon, Aspáta, Pórata, Ádalja, Áridáta, Parmasjta, Árisai, Áridai, Vájezata, tíggju synir Hámans Hamdatasonar, fígginda Júdeanna, drópu teir; men ognir teirra rændu teir ikki. Henda sama dag fekk kongur at vita talið á teimum, ið myrdir vóru í borgini Súsan. Tá segði kongur við Ester drotning: «Í borgini Súsan hava Júdearnir nú dripið og oytt fimm hundrað mans og Hámans tíggju synir; hvat munnu teir tá ikki hava gjørt í øðrum skattlondum kongs? Tó, hvat er bøn tín? Hon skal veitast tær. Og hvat tú so biður um, skal tað verða tær givið!» Tá svaraði Ester: «Um tað líkar kongi, tá verði Júdeum eisini loyvt í morgin at fara fram í borgini Súsan á sama hátt sum í dag; og verði Hámans tíggju synir hongdir í gálgan!» Tá beyð kongur, at so skuldi verða; og lógboð um hetta varð givið út í Súsan, og Hámans tíggju synir vórðu hongdir. Júdearnir í Súsan savnaðust eisini saman hin fjúrtanda dagin í ádar mánaði og drópu í Súsan trý hundrað mans; men ognir teirra rændu teir ikki. Men eisini hinir Júdearnir í skattlondum kongs savnaðust saman til tess at verja lív sítt og hevna seg á fíggindar sínar, og teir drópu av øvundarmonnum sínum sjeyti og fimm túsund á trettanda degi í mánaðinum ádar; men ognir teirra rændu teir ikki; tann fjúrtanda hvíldu teir og gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. Men Júdearnir í Súsan savnaðust bæði trettanda og fjúrtanda dagin og hvíldu fimtanda dagin og gjørdu hann til veitslu- og gleðidag. Tessvegna halda Júdearnir, sum búgva í torpum og bygdum, hin fjúrtanda dagin í ádar mánaði sum gleðidag við veitsluhaldi og høgtíð og senda tá hvør øðrum gávur. Og Mordokai skrivaði henda tilburð niður og sendi til allar Júdearnar í øllum skattlondum Áhasverusar kongs, bæði nær og fjart, at tað skuldi verða skylda teirra hvørt ár at halda fjúrtanda og fimtanda dag í ádar mánaði – teir dagar, tá ið Júdearnir fingu frið fyri fíggindum sínum, tann mánað, tá ið sorg teirra broyttist í gleði og trongd teirra í fagnað, so at hesir dagar vórðu veitslu- og fagnaðardagar, tá menn geva hvør øðrum gávur, og fátæk fáa olmussu. Júdearnir løgfestu nú tað, ið teir vóru farnir undir at gera, og tað, ið Mordokai hevði fyriskipað teimum. Tí at Ágagitin Háman Hamdatason, fíggindi alra Júdea, hevði lagt tey ráð upp móti Júdeum at avoyða teir og hevði kastað pur – tað er lut – til tess at týna og oyða teir; men tá ið kongur frætti hetta, hevði hann sent skrivlig boð, at ilskuráð tey, ið hann hevði upphugsað móti Júdeum, skuldu koma yvir Háman sjálvan, og hevði hongt hann og synir hansara í gálgan, tessvegna verða hesir dagar kallaðir purim eftir orðinum pur. Og tessvegna – vegna orðanna í hesum riti og vegna tess, ið teir sjálvir høvdu sæð hesum viðvíkjandi, og vegna tess, ið teimum hevði verið fyri – gjørdu Júdear tað til skyldu og sið bæði fyri seg og eftirkomarar sínar og fyri øll, sum bundu felag við teir, at halda hesar báðar dagar heilagar árliga samsvarandi fyriskipan um teir og tíð teirra, og at hesir dagar skuldu minnast og verða hildnir av øllum ættum og ættarkynum í hvørjum skattlandi og hvørji borg, so at hesir purimsdagar ongantíð máttu verða gloymdir av Júdeum, og minnið um teir aldri ganga eftirkomarum teirra úr geyma. Og Ester drotning, Ábihails dóttir, og Mordokai Júdei skrivaðu dyggiliga til tess at fáa løgfest hetta annað ritið um purim. Og hann sendi rit til allar Júdearnar í teimum eitt hundrað og tjúgu og sjey skattlondum í ríki Áhasverusar kongs við friðar- og sannleiksorðum, til tess at teir skuldu halda purimsdagar í tøkum tíma, so sum Mordokai Júdei og Ester drotning høvdu lagt fyri teir, og so sum teir høvdu játtað fyri seg og eftirkomarar sínar, svá skuldu teir gera viðvíkjandi føstuhaldi og harmakvartan. Á henda hátt vórðu hesar fyriskipanir Esterar viðvíkjandi purim løgfestar og ritaðar í bók.
Áhasverus kongur legði skatt á landið og á tjóðirnar úti við havið. Men øll tey verk, sum hann í mátti og veldi sínum útinti, og greinilig frásøgn um ta frábæru tign, ið kongur hevjaði Mordokai til, tað er jú ritað í árbókum Mediu- og Persiukonga. Tí at Mordokai Júdei gekk Áhasverusi kongi næstur; og hann var mikil maður í mæti hjá Júdeum og væltoknaður av sínum mongu frændum, fyri at hann hjálpti fólki sínum og talaði øllum kyni sínum til bata.
Einaferð búði maður í Uz-landi, sum æt Job. Hann var sakleysur og rættiligur maður, sum óttaðist Guð og varnaðist hitt illa. Hann átti sjey synir og tríggjar døtur, og ogn hansara var sjey túsund smalur, trý túsund kamelar, fimm hundrað pør av oksum, fimm hundrað øsnur og ógvuliga nógvir trælir, so at hann var hin mætasti maður av øllum eysturlendingum. Synir hansara vóru vanir at halda veitslu heima hjá sær, hvør sín dag; og teir sendu boð og buðu teimum trimum systrum sínum at eta og drekka við sær. Men tá ið so eitt umfar av veitsludøgum var liðugt, sendi Job boð eftir sonunum og halgaði teir, og tíðliga á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvønn einstakan av teimum. Tí at Job hugsaði: «Tað kann vera, at synir mínir hava syndað og bannað Guði í hjørtum sínum.» Soleiðis gjørdi hann hvørja ferð. Nú bar so til ein dag, at synir Guðs komu og stigu fram fyri Harran, og teirra millum kom eisini Sátan. Harrin spurdi Sátan: «Hvaðan kemur tú?» Sátan svaraði Harranum: «Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.» Harrin spurdi tá Sátan: «Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin er hansara líki á jørðini, slíkur sakleysur og rættiligur maður hann er, sum óttast Guð og varnast hitt illa.» Men Sátan svaraði Harranum: «Man Job óttast Guð fyri einki? Hevur tú ikki laðað verndargarð um hann og hús hansara og alt, sum hann eigur, allar vegir íkring? Alt yrki av hondum hansara hevur tú signað, og fenaður hansara breiðir seg um landið. Men rætt tú út hond tína og nem við alt, sum hann eigur – tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær!» Tá segði Harrin við Sátan: «Sí, alt, sum hann eigur, er í tínum valdi; bert á hann sjálvan mást tú ikki leggja hond tína.» So fór Sátan burtur frá andliti Harrans. Tá ið so ein dagin synir hansara og døtur ótu og drukku í húsinum hjá elsta bróðurinum, kom sendiboð til Jobs og segði: «Oksarnir gingu fyri plógnum og øsnurnar vóru á biti tætt hjá teimum, tá komu Sábear eftir teimum og tóku tey; húskallarnar høgdu teir niður við svørði; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.» Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom ein annar og segði: «Guðs eldur fell niður av himni, festi í millum smalurnar og smaludreingirnar og kolaði tey upp; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.» Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom tann triði og segði: «Kaldear komu í trimum flokkum, fóru eftir kamelunum og tóku teir; húskallarnar høgdu teir niður við svørði; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.» Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom tann fjórði og segði: «Synir tínir og døtur ótu og drukku í húsinum hjá elsta bróður sínum, tá brast á ein ódnarstormur eystaneftir úr oyðimørkini, og hann tók í øll fýra hornini á húsinum, so at tað datt oman yvir hesi ungmennini, og tey doyðu; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.» Tá reistist Job, skræddi skikkju sína sundur, skar hárið av høvdinum, kastaði seg niður á jørðina, tilbað og segði: «Nakin kom eg úr móðurlívi, og nakin fari eg hagar aftur; Harrin gav, og Harrin tók, Harrans navn veri lovað!» Í øllum hesum syndaði Job ikki og klagaði ikki Guð fyri nakað rangt.
Nú bar so til ein dagin, at synir Guðs komu og stigu fram fyri Harran, og teirra millum kom eisini Sátan og steig fram fyri Harran. Harrin spurdi tá Sátan: «Hvaðan kemur tú?» Sátan svaraði Harranum: «Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.» Harrin spurdi tá Sátan: «Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin er hansara líki á jørðini, slíkur sakleysur og rættiligur maður, hann er, sum óttast Guð og varnast hitt illa. Enn er hann líka fastur í sakloysi sínum, og uttan orsøk hevur tú elvt mær at týna hann.» Men Sátan svaraði Harranum: «Húð fyri húð! Maður gevur fegin alt, ið hann eigur, fyri lív sítt. Men rætt tú út hond tína og nem við bein og hold hansara – tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær.» Tá segði Harrin við Sátan: «Sí, hann er í tínum valdi; bert skalt tú eira lívi hansara.» So fór Sátan burtur frá andliti Harrans, og hann sló Job við ringum svullum frá iljum til hvirils. Og hann tók sær eitt pottabrot til at skava seg við, har sum hann sat í øskudunganum. Tá segði kona hansara við hann: «Heldur tú enn fast við sakloysi títt? Banna tú Guði og legg teg at doyggja!» Men hann segði við hana: «Tú talar, sum fávitskutar konur tala. Tá ið vit hava tikið móti tí góða frá Guði, eiga vit tá ikki eisini at taka móti tí illa?» Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrum sínum. Tá ið tríggir vinir Jobs fingu at frætta um alla hesa ógævu, sum var komin oman yvir hann, komu teir hvør frá heimstaði sínum, teir Elifaz Temaniti, Bildad Sjúhiti og Zofar Náhamatiti, og teir ráddu av sín ámillum at fara at finna hann og sýna honum samhug og ugga hann. Men tá ið teir, staddir nakað burturfrá, hugdu upp, sóu teir, at hann ikki var at kenna aftur; og teir fóru so sáran at gráta, skræddu skikkjur sínar sundur og kastaðu mold upp yvir høvdið á sær høgt upp í loft. Og teir sótu hjá honum á jørðini sjey dagar og sjey nætur, og eingin teirra talaði eitt orð til hansara, tí at teir sóu, at pínsla hansara var ovurmikil.
Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum. Og Job tók til orða og segði: «Hvørvi tann dagur, tá ið eg var føddur, tann nátt, sum segði: «Sveinsbarn er gitið!» Tann dagurin verði myrkur, Guð har uppi spyrji ikki eftir honum, eingin dagsglæma lýsi á hann! Bølamyrkur heinti hann heim aftur, tokur leggist um hann, sortar ræði hann! Myrkrið gloypi teirri nátt, hon verði ei við millum ársins dagar, hon komi ei upp í mánaða tal! Ja, oyðin og ber verði henda nátt, eingin fagnaður ljóði á henni! Teir, ið banna døgum, banna henni, teir, ið kønir eru í at mana upp Livjatan! Myrkni morgunstjørna hennar, til einkis hon bíði eftir lýsing, eygnabrýr morgunroðans fái hon aldri at síggja, tí at hon stongdi ei fyri mær dyr móðurlívsins og fjaldi ei kvølina fyri eygum mínum! Hví doyði eg ikki í móðurlívi ella andaðist alt fyri eitt á móðurfangi? Hví vóru knæ at taka ímóti mær, hví vóru bróst til mín at súgva? So hevði eg nú ligið og hvílt, so hevði eg sovið og havt frið hjá kongum og tívum á jarðarríki, ið bygdu sær gravarhallir, hjá høvdingum, ið áttu almikið gull, ið hús síni fyltu við silvuri! Ella eg var ikki til, eins og duldur burður, eins og børn, sum ongantíð sóu ljósið! Har halda gudleysir uppat við háva sínum, har verða troyttir hvíldir. Har hava allir fangarnir ró, har hoyra teir ikki fangavarðarins róp. Smá og stór eru líka har, og trælurin er har leysur við harra sín. Hví gevur hann teimum ljós, ið líða, teimum lív, ið sorgarbundin eru, teimum, sum stunda á deyðan, men til einkis, sum grava eftir honum meir enn eftir fjaldum gripum, teimum, sum gleðast um ein gravstein, og fegnast, tá ið teir grøvina finna – tí manni, sum onga gøtu sær, sum Guð hevur byrgt inni? Tí at stynjan er vorðin mítt dagliga breyð, og klaga mín rennur sum vatn. Tí at tað, sum eg óttist, rámar meg, tað, sum eg ræðist, hendir meg. Neyvan fái eg frið, neyvan fái eg rógv, neyvan fái eg linna, so kemur órógv aftur.»
Tá tók Elifaz Temaniti til orða og mælti: «Manst tú taka tað illa upp, um onkur orðar við teg? Men hvør kann her vera tigandi? Sí, sjálvur hevur tú rættleitt mangar, og máttleysar hendur hevur tú styrkt. Tann, ið snávaði, styðjaðu orð tíni, riðandi knøum gavst tú megi. Men nú, tá ið tað kemur á teg sjálvan, fellur tú í fátt, nú, tá ið tað rámar teg sjálvan, ert tú fullur av ótta! Er ikki gudsótti tín álit títt, og sakleysa atferð tín vón tín? Hugsa teg um! Hvør er hann, ið sakleysur fórst, og hvar fóru rættvísir til grundar? Men tað havi eg sæð: Teir, ið pløgdu órætt og sáaðu skaðaverk, teir heystaðu tað sjálvir. Fyri anda Guðs teir fóru til grundar, fyri vreiðiblástri hans teir fóru fyri einki. Ýlið í ljóninum og røddin í villidjórinum – tenninar í ljónshvølpunum eru sundurbrotnar. Ljónið doyr, tí at tí vantar fong, og ljónshvølparnir spjaðast. Til mín smeyg eitt orð, oyra mítt kendi hóman av tí í hugsanum teimum, sum náttarsjónirnar valda, tá ið tungur svøvnur er fallin á fólk! Ótti kom á meg og ræðsla, allir liðir mínir skulvu; ein blástur fór um enni mítt, hárini reistust á kroppi mínum. So steðgaði tað! Útsjóndina skilti eg ikki; ein mynd var mær fyri eygum, eg hoyrdi eina teskandi rødd: «Hevur ein menniskja rætt fyri Guði, er maður reinur fyri skapara sínum? Sí, tænarum sínum trýr hann ikki, hjá einglum sínum finnur hann lýti, hvat tá hjá teimum, sum í leirhúsum búgva, og hava grundvøll sín í mold, sum verða sundurkroystir sum ein mølur! Millum morguns og kvølds eru teir sundurmolaðir; uttan at nakar gevur tí gætur, týnast teir med alla. Tá ið tjaldbond teirra eru slitin, doyggja teir, men ikki í vitsku.
Rópa tú bara! Hvør man svara tær? Og at hvørjum av hinum heilagu vilt tú venda tær? Tí at gremjing tekur lív dárans, vreiði býttlingsins verður deyði hans. Sjálvur havi eg sæð dára verða uppryktan við rót, og bústað hans knappliga rotna upp. Synir hans fingu onga hjálp, teir vórðu niðurtraðkaðir í portrinum, og eingin bjargaði teim. Tað, ið teir heystaðu, ótu svangir – ja, innan frá tornum tóku teir tað, og mjólk teirra drukku tystir. Tí at vanlukkan veksur ikki upp úr moldini, neyðin sprettur ikki upp av jørðini. Nei, menniskjan sjálv framleiðir neyð, og neistarnir fúka upp í loft. Nei, eg vildi leitað til Guðs og lagt málevni mítt fram fyri hann, hann, sum stórverk ger, ið ófatandi eru, og undurverk, ið óteljandi eru, sum gevur regn á jørðini og sendir vatn yvir markirnar, til tess at lyfta kúgaðum til hæddar, og at sorgarbundin mega fáa sælu; hann, sum spillir ætlan teirra snildu, so at hendur teirra einki virka, sum varir, hann, sum fangar vísmenn í snildum teirra, so at teir svikafullu leypa framav í ráðum sínum; um dagin teir ganga seg í myrkur, trilva mitt á degi, sum var tað á nátt. Men hann bjargar hinum arma frá svørði og hinum fátæka úr hond hins sterka, so at tað verður vón fyri hin vesæla, og illskapurin má lata munnin aftur. Sí, sælur er tann maður, sum Guð revsar, vanvirð tí ikki aga hins alvalda! Tí at hann særir, men bindur eisini um, hann slær, og hendur hans grøða. Úr seks neyðum bjargar hann tær, í teirri sjeyndu hendir teg einki ilt. Í hungri bjargar hann tær frá deyða, í bardaga sleppur tú undan svørði. Fyri koyrli tungunnar ert tú goymdur og tarvt einki at óttast, tá ið oyðingin kemur. At oyðing og hungri kanst tú læa, og villdjór jarðarinnar tú tarvt ei at óttast; við steinarnar í haganum hevur tú sáttmála, við villdjórini á heiðini hevur tú frið; tú fært at kenna, at tjald títt stendur heilt, tú kannar bústað tín og saknar einki; tú fært at kenna, at avkom títt er stórt, alvar tínir sum grasið á fold; í fullari megi tú í grøvina fert; eins og bundi verða borin niðan, tá ið tíðin er. Sí, hetta hava vit útgrundað, soleiðis er tað; hetta hava vit hoyrt, so viti tú tað við!»
Tá svaraði Job og segði: «Gævi at gremja mín varð vegin og ógæva mín løgd á hina skálina! Tí at nú tyngir hon meir enn havsins sandur – tessvegna vóru orð míni í gáloysi talað! Tí at í mær sita ørvar hins alvalda, andi mín drekkur í seg eitur teirra; ræðslur frá Guði villa meg. Grenjar villasnin í grønum grasi, ella beljar oksin við fóður sítt? Eta tey vatndeyvt við ongum salti, ella smakkar eggjahvíti væl? Mær býður ímót at nerta slíkt, tey eru sum luttur av ljóni. O gævi, at ynski mítt kundi verið uppfylt, og Guð givið mær tað, sum eg vóni. Vildi Guð bert sligið meg sundur, rætt hondina út og skorið tráðin frá. Tá skuldi tað verið uggan mín – eg skuldi hoppað av gleði í míni ræðuligu pínu – at eg havi ikki avnoktað orð hins heilaga. Hvør er máttur mín, at eg skal halda út, og endi mín, at eg skal vera tolin? Er tá máttur mín sterkur sum kletturin, ella er likam mítt av kopari? Fyri mær er eingin hjálp, hvør stuðul er undan mær tikin. Tann, ið sýtir næsta sínum góðsku, hann letur ótta fyri hinum alvalda fara. Brøður mínir sviku meg sum løkur, sum áir, ið tornaðu upp, sum gruggaðar vóru av ísi, og sum kavin legðist í, men tornaðu upp, bakaðar av sólini, hvurvu heilt burtur í hitanum. Ferðaløg halda burtur av vegnum, fara upp í oyðimørkina og umkomast. Ferðakeypmenn úr Tema sóknast eftir teimum, ferðamenn úr Sába seta vón til teirra; men teir verða sviknir í áliti sínum, teir koma hagar og verða lotir. Soleiðis eru tit nú vorðnir mær, tit sóu ræðsluna og gjørdust ræddir. Havi eg sagt: «Gevið mær okkurt, loysið meg út við góðsi tykkara, bjargið mær úr fíggindans hondum, keypið meg leysan úr valdsmanna hondum!» Lærið meg, og eg skal tiga, sýnið mær, í hvørjum eg eri farin skeivur! Reiðulig orð eru munagóð, men hvat hava átalur tykkara at týða? Er tað ætlan tykkara at lasta orð? Men hugsprongdum manni kann vera so mangt fyri munni! Sjálvt um faðirloysingin kastaðu tit lut og seldu vin tykkara. Men høvdu tit nú viljað hugt at mær! Man eg ljúgva tykkum upp í eyguni? Vendið við, latið ikki órætt henda, vendið við, tí at enn havi eg rætt í hesum! Er órættur á tungu míni, ella kann gómur mín ikki skyna, hvat ilt er?
Er ikki menniskjan í hertænastu á jørðini? Og dagar hennar sum dagar hjá bønarmanni? Eins og trælur, ið tráar eftir skugga, eins og bønarmaður, ið bíðar eftir løn, soleiðis ognaðust mær vónbrots mánaðir, og kvalafullar nætur vórðu lutur mín. Tá ið eg leggist, sigi eg: «Nær verður dagur, at eg kann fara upp?» og tá ið eg fari upp: «Nær verður kvøld?» Eg mettist av órógv, til tað aftur lýsir. Likam mítt er avtakið av møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og vætir. Skjótari enn vevskeiðin fara dagar mínir, teir hvørva uttan vón. Minst til, at lív mítt er ein andablástur, aldri meira fær eyga mítt nakað gott at síggja! Eygað á vininum skal ikki síggja meg, eyga títt hyggur eftir mær; men eg eri ikki longur til. Eins og skýggið fer og hvørvur, soleiðis kemur tann ikki aftur, ið fer til heljar; hann vendir aldri aftur til hús sítt, og heimstaður hans kennir hann ikki meira. So ætli eg mær ikki at leggja teym á mín munn, men í andans trongd míni vil eg tala, eg vil stynja í sálarkvøl míni. Eri eg eitt hav, ella eri eg eitt skrímsl, við tað at tú setir varðhald yvir mær? Tá ið eg hugsi: «Lega mín skal geva mær linna, beður mín lætta um stynjan mína,» tá ræðir tú meg við dreymum, skelkar meg við sjónum, so at sál mín heldur vil kódna, heldur vil doyggja enn tola líðing mína. Tað er nóg mikið! Eg livi ei allar ævir, slepp mær, tí at dagar mínir eru ein blástur! Hvat er maður, at tú metir hann nakað og gevur gætur eftir honum, heimsøkir hann hvønn morgun, rannsakar hann hvørja stund? Nær vendir tú eyga tínum frá mær, sleppir mær, meðan eg svølgi rákan? Havi eg syndað, hvat ger tað tær, tú sum ert varðmaður manna? Hví hevur tú gjørt meg til skotmál hjá tær, hví eri eg vorðin tær ein byrði? Hví fyrigevur tú mær ikki synd mína og letur sekt mína fara? Tí at brátt leggist eg til hvíldar undir moldum, og leitar tú eftir mær, tá eri eg ikki longur til.»