text
stringlengths
1
888k
Vei hirðunum, ið oyða og spjaða teir seyðir, sum eg røkti, sigur Harrin. Tí sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis um hirðarnar, ið gæta fólki mínum: Tit hava spjatt og stygt burtur seyðir mínar og ikki hugt eftir teimum, sí, tí vil eg nú hyggja eftir tykkum fyri sakir illverka tykkara, sigur Harrin. Men eg vil sjálvur savna tað, sum eftir er av seyðum mínum úr øllum teim londum, hagar sum eg havi rikið teir burtur, og leiða teir heim aftur á bústaðir teirra, og teir skulu nørast og fjølgast. Tá seti eg yvir teir hirðar, ið skulu goyma at teimum; og teir skulu ikki meira ræðast og ikki bera ótta, og eingin teirra skal saknast, sigur Harrin. Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vaki upp Dávidi rættvísan gróðursprota; hann skal ráða sum kongur við skynsemi og fremja rætt og rættlæti í landinum. Á hansara døgum skal Júda verða bjargaður og Ísrael búgva í náðum; og soleiðis skal hann nevnast at navni: Harrin er rættlæti okkara. Sí, tí munnu dagar koma, sigur Harrin, at menn ikki meira siga: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn niðan úr Egyptalandi! men: So satt sum Harrin livir, ið førdi og leiddi avkom Ísraelsættar úr norðurlandinum og úr øllum teimum londum, hagar sum hann hevði rikið teir burtur, so at teir aftur kundu búgva í landi sínum! Viðvíkjandi profetunum: Hjartað í brósti mínum er sundurgingið, øll bein míni skelva; eg eri vorðin eins og drukkin maður, eins og maður nívdur av víni vegna Harran og vegna hans heilagu orð. Tí at landið er fult av horkøllum; og vegna bannið syrgir landið, og grasið følnar í oyðimørkini. Teir eru snarir til vándsku og sterkir í órætti. Tí at bæði profetur og prestur eru vanhalgir, ja, eisini í húsi mínum havi eg rakt við vándsku teirra, sigur Harrin. Tí skulu vegir teirra vera hálir; í myrkrið skulu teir rindast út og falla har; tí at eg leiði ógævu yvir teir á revsanarári teirra, sigur Harrin. Hjá Sámáriu profetum sá eg ósømdir; teir profeteraðu við Báal og viltu fólk mítt Ísrael av leið. Men hjá profetunum í Jerúsalem sá eg herviliga atferð; teir drivu hor og fóru við lygn og styrktu hendur illgerðarmanna, so at eingin teirra vendi um frá vándsku síni; mær eru teir allir eins og Sódoma, íbúgvar hennara eins og Gómorra. Tí sigur Harri herliðanna soleiðis um profetarnar: Sí, eg vil mata teir við malurt og geva teimum eiturvatn at drekka; tí at av voldum profetanna í Jerúsalem er alt landið vorðið vanhalgað. So sigur Harri herliðanna: Lurtið ikki eftir profetunum, ið profetera fyri tykkum; teir tøla tykkum við talu um sjónir, sum teir sjálvir hava upphugsað og ikki fingið frá Harranum. Við teir, ið havna orði Harrans, siga teir: Tykkum skal alt vignast væl! Og við hvønn, sum fer eftir treiski hjarta síns: Teg skal einki ilt raka! Tí at hvør hevur tikið lut í ráðagerð Harrans og sæð og hoyrt orð hans? Hvør hevur gáað eftir orði hans og hoyrt tað? Sí, Harrans vreiði er sum stormur á ferð, sum hvirlur, ið mala um høvur hinna gudleysu! Ikki skal bræði Harrans lætta av, fyrr enn hjartans hugsanir hans eru evnaðar og framdar; tá ið síðstu dagar koma, skulu tit skilja tað. Eg havi ikki sent profetarnar, og kortini renna teir; eg havi ikki talað til teirra, og kortini profetera teir! Um teir høvdu staðið í ráði mínum og hoyrt orð míni, tá høvdu teir fingið fólk mítt burtur av teirra vánda vegi og frá illverkum teirra. Eri eg tá einans Guð í námindu, sigur Harrin, og ikki Guð í fjarlegd? Kann nakar krógva seg burtur, so at eg ikki síggi hann? sigur Harrin. Er tað ikki eg, sum fylli himin og jørð? sigur Harrin. Eg havi hoyrt, hvussu profetarnir, ið profetera lygn í mínum navni, siga: Meg droymdi, meg droymdi! Hvussu leingi skal hetta ganga? Munnu profetarnir, ið profetera lygn og svikræði hjarta síns, hava í hyggju við dreymum sínum, sum teir bera upp hvør fyri øðrum, at tøla fólk mítt til at gloyma navn mítt, eins og fedrar teirra gloymdu navn mítt vegna Báal. Tann profetur, ið hevur dreymar, sigi hann frá dreymi sínum; men tann, sum hevur fingið orð frá mær, tali hann orð mítt í sannleika. Hvat samband hevur strúgvi við korn? sigur Harrin. Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamar, sum klývur klettar? Sí, tí skal eg koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið stjala orð hvør frá øðrum. Ja, eg skal koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið profetera av sær sjálvum og kortini siga: So sigur Harrin. Sí, eg skal koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið siga hvør øðrum frá lygidreymum og leiða fólk mítt á villar vegir við lygnum og reypi sínum, tó at eg ikki havi sent teir og einki umboð givið teimum; teir gera hesum fólki als einki gagn, sigur Harrin. Tá ið hetta fólkið ella einhvør profetur ella einhvør prestur spyr teg: Hvør er byrði Harrans? Tá skalt tú svara teimum: Tit eru byrðin; men nú tveiti eg tykkum av, sigur Harrin! Men tann profetur ella prestur ella leikmaður, ið sigur: «Byrði Harrans»! tann mann skal eg revsa – bæði hann og ættarkyn hans! Men soleiðis skulu tit siga hvør við annan og manna millum: Hvat hevur Harrin svarað, og hvat hevur Harrin talað? Men «byrði Harrans» mega tit ikki nevna aftur, tí at hjá hvørjum manni skal «byrðin» verða hans egna orð. Og tit reingja orð hins livandi Guðs, Harra herliðanna, Guðs várs. So skulu tit siga við profetin: Hvat hevur Harrin svarað tær? og: Hvat hevur Harrin talað? Men siga tit «byrði Harrans», tá skal Harrin siga soleiðis: Av tí at tit hava nevnt hetta orðið «byrði Harrans», tó at eg beyð tykkum og segði: Sigið ikki: «Byrði Harrans», sí, tessvegna skal eg hevja tykkum upp og varpa bæði tykkum og teirri borg, sum eg gav tykkum, burtur frá ásjón míni og leggja á tykkum æviga skomm og æviga skemd, sum ongantíð verður gloymd.
Harrin læt meg síggja sjón, og sí, fyri framman tempul Harrans stóðu tvær tægur fullar av fikum; – tað var, eftir at Nebukadnezar hevði herleitt Jekonja Jójakimsson, Júdakong, og Júda høvdingar, listasmiðirnar og jarnsmiðirnar burtur úr Jerúsalem og flutt teir við sær til Bábel. Í aðrari tæguni vóru frálíka góðar fikur, líkar árfikum, men í hinari vóru ringar fikur, so ringar, at tær vóru als ikki etandi. Tá segði Harrin við meg: Hvat sært tú, Jeremia? Eg svaraði: Fikur! Tær góðu fikurnar eru framúr góðar, men tær ringu so ringar, at tær als ikki eru etandi. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Eins og eg líti at hesum góðu fikunum, soleiðis líti eg at hinum herleiddu úr Júda, sum eg rak burtur hiðan til Kaldealands – teimum til góða. Eg lati eygu míni horva at teimum í góðvild og leiði teir heim aftur í hetta landið; eg vil byggja teir upp og ikki bróta teir niður, seta teir niður og ikki slíta teir upp. Eg gevi teimum hjarta til at kenna meg, at eg eri Harrin; teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra, tá ið teir venda við til mín av heilum huga. Men eins og farið verður við teimum ringu fikunum, ið eru so ringar, at tær eru ikki etandi, soleiðis, sigur Harrin, vil eg fara við Zidkia Júdakongi og høvdingum hans og leivdini av íbúgvum Jerúsalems, sum eftir eru í hesum landi, og teimum, sum hava setst niður í Egyptalandi. Eg skal gera teir til ræðslu fyri øll kongaríki á jørð, til háð og orðatak, spott og bølbiðingarorð á øllum teimum støðum, hagar sum eg reki teir. Og eg sendi á teir svørð og hungur og drepsótt, hagar til teir eru avoyddir úr tí landi, sum eg gav teimum og fedrum teirra.
Orðið, sum kom til Jeremia um alt Júdafólk á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, tað er fyrsta ríkisár Nebukadnezars, Bábelkongs, sum Jeremia profetur talaði til alt fólkið í Júda og til allar íbúgvar Jerúsalems soljóðandi: Frá trettanda ríkisári Jósia Ámonssonar, Júdakongs, og alt fram at hesum degi, í samfull tjúgu og trý ár, hevur orð Harrans komið til mín, og eg havi talað til tykkara bæði árla og síðla, men tit hoyrdu ikki. Og støðugt sendi Harrin til tykkara tænarar sínar profetarnar, men tit lýddu ikki og løgdu ikki oyru við til tess at hoyra, tá ið hann segði: Vendið við hvør frá sínum vánda vegi og frá illverkum sínum, so at tit mega búgva í tí landi, sum eg frá ævum og um allar ævir havi givið tykkum og fedrum tykkara; og eltið ikki aðrar gudar til tess at dýrka og tilbiðja teir og reitið meg ikki við verkum handa tykkara, so skal eg ikki snúgva tykkum ógævu til handa. Men tit lýddu ikki á meg, sigur Harrin, heldur reittu tit meg við verkum handa tykkara, sjálvum tykkum til ógævu. Tí sigur Harri herliðanna soleiðis: Fyri at tit ikki lýddu orðum mínum, tí skal eg senda boð eftir øllum ættum norðursins, sigur Harrin, og eftir Nebukadnezari, Bábelkongi, tænara mínum, og lata teir ráðast á hetta landið og íbúgvar tess og á allar tjóðirnar her um leið; eg skal víga tey banni og gera tey til øtan og spott og æviga skemd; eg lati hvørva frá teimum gleðiljóð og fagnaðarróm, røddir brúðgóms og brúðar, kvarnardun og lampuljós. Alt hetta landið skal verða at toftum og oyði, og hesar tjóðirnar skulu træla hjá Bábelkongi í sjeyti ár. Men tá ið sjeyti árini eru umliðin, heimsøki eg Bábelkong og fólkið har fyri misgerð teirra, sigur Harrin, og geri Kaldealand at ævigum oyði. Tá skal eg evna øll tey orð, sum eg havi hótt hetta landið við, alt tað, sum ritað er í hesi bók, tað, sum Jeremia hevur profeterað um allar tjóðir; tí at eisini teir skulu mangar tjóðir og miklir kongar gera til trælir; og eg skal endurgjalda teimum gerðir teirra og verk handa teirra. Tí at so segði Harrin, Ísraels Guð, við meg: Tak hetta steypið við vreiðinnar víni úr hond míni og lat allar tjóðir, sum eg sendi teg til, fáa at drekka av tí. Tær skulu drekka og sløðra og leika vitleysar fyri svørðinum, sum eg sendi teirra millum. Eg tók tá steypið av hond Harrans og læt allar tær tjóðir drekka, sum Harrin hevði sent meg til: Jerúsalem og Júda borgir og kongar og høvdingar hennara til tess at gera teir at reyni og oyði, at spotti og bølbiðingarorði, eins og nú gongur sjón fyri søgn; Fárao Egyptalands kong, og tænarar og høvdingar hans og alt fólk hans og alt tjóðblandið, allar kongar í Uzlandi og allar kongar Filistalands, Askalon og Gaza, Ekron og Ásdods leivdir, Edóm, Móab og Ammonitar; allar kongar í Týrus og allar kongar í Zidon og kongarnar á strondunum hinumegin havið, Dedan, Tema, Buz og allar teir við jaðarkliptum hári; allar Árábakongar og allar kongar tjóðblandinganna, sum búgva í oyðimørkini; allar kongar í Zimri og allar Elams og Midians kongar; allar kongar norðursins, hvørt teir búgva tætt hvør hjá øðrum ella langt hvør frá øðrum; ja, øll ríki heimsins á allari jørðini; og eftir teir skal kongur Sjesjaks drekka. Og tú skalt siga við teir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Drekkið, verðið fullir og spýggið; dettið og komið ikki aftur á føtur fyri svørðinum, sum eg sendi tykkara millum! Men berast teir undan at taka steypið av hond tíni og drekka, tá skalt tú siga við teir: So sigur Harri herliðanna: Drekka skulu tit; tí at tá ið eg byrji revsing mína við hesi borg, sum navn mítt er nevnt yvir, skuldu tit tá komast undan órevsaðir? Nei, tit skulu ikki sleppa órevsaðir, tí at eg búgvi út svørð móti øllum íbúgvum jarðarinnar, sigur Harri herliðanna. Men alt hetta skalt tú profetera teimum og siga: Harrin ýlir av himnahæddum, letur rødd sína gella frá sínum heilaga bústaði; hann ýlir út yvir haglendi sítt; eins og teir, ið vínber troða, sker hann í róp ímóti øllum, sum á jørðini búgva. Rómurin hoyrist út á ytstu útryðjur jarðar, tí at Harrin hevur trætumál við tjóðirnar; øllum holdi stevnir hann til dóms; hinar gudleysu gevur hann svørðinum í vald, sigur Harrin. So sigur Harri herliðanna: Sí, ógæva fer frá eini tjóð til aðra; øgiligt harðveður rísur á útryðjum jarðar; á tí degi skulu teir, sum Harrin hevur felt, liggja úr einum enda jarðarinnar í annan; og teir skulu ikki verða harmaðir og ikki tiknir upp og ikki jarðaðir, men verða liggjandi sum taðfall oman á jørðini. Eymkið tykkum, tit hirðar, og kvartið, veltið tykkum í dustinum, tit oddamenn fylgisins, tí at tími tykkara er komin til at verða slátraðir, smildraðir og sundraðir eins og dýrmæt skál. Tá verður einki skjól fyri hirðarnar longur og eingin undankoma fyri oddamenn fylgisins. Hoyrið, hvussu hirðarnir kvarta, og oddamenn fylgisins eymka seg, tí at oytt hevur Harrin haglendi teirra! Og fyri Harrans brennandi vreiði liggja hinar friðsælu fløtur avsvidnar. Ljónið er farið úr runnaskógi sínum, tí at land teirra er vorðið at oyði fyri herjandi svørði og brennandi bræði Harrans.
Í byrjan ríkisstjórnar Jójakims Jósaisonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum: So sigur Harrin: Gakk fram í forgarð hús Harrans og tala til allar teir, sum koma úr Júda til at tilbiðja í húsi Harrans, øll hesi orð, sum eg havi boðið tær at tala til teirra; legg einki orð burturúr! Kanska hoyra teir og venda við hvør frá sínum vánda vegi, so at eg kann iðra meg um tað illa, sum eg havi í huga at gera teimum vegna illverk teirra. Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Lýða tit ikki mær, so at tit fara eftir lóg míni, sum eg havi lagt fyri tykkum, og lýða orðum tænara mína, profetanna, sum eg javnt og samt sendi til tykkara, men sum tit ikki lýddu, tá skal eg fara á sama hátt við hesum húsi sum við húsinum í Sjilo og lata allar tjóðir jarðar hava hesa borgina sum bølbiðingarorð. Prestarnir og profetarnir og alt fólkið hoyrdu nú Jeremia tala hesi orð í templi Harrans; og tá ið Jeremia hevði talað alt tað, sum Harrin hevði boðið honum at siga við alt fólkið, tá tóku prestarnir og profetarnir og alt fólkið hann á hondum og søgdu: Tú skalt lívið týna! Hví profeterar tú í navni Harrans og sigur: Tað skal verða við hesum húsi eins og við húsinum í Sjilo, og henda borgin skal verða toftir og mannoydd? Tá tyrptist alt fólkið saman um Jeremia har í templi Harrans. Men tá ið Júda høvdingar hoyrdu hetta, fóru teir úr kongshøllini niðan í tempul Harrans og settust uttanvert við nýggja lið Harrans. Og prestarnir og profetarnir søgdu við høvdingarnar og alt fólkið: Hesin maðurin hevur gjørt fyri lívi sínum, tí at hann hevur profeterað ímóti hesi borg, eins og tit hava hoyrt við egnum oyrum. Men Jeremia mælti við allar høvdingarnar og alt fólkið og segði: Harrin hevur sent meg til tess at profetera móti hesum húsi og hesi borg, øll tey orð, sum tit hava hoyrt. Men batnið nú í atferð og gerðum tykkara og lýðið rødd Harrans, Guðs tykkara, so vil Harrin iðra seg um ta ógævu, sum hann hevur hótt tykkum við. Men eg, eg eri nú í valdi tykkara; gerið nú við meg, sum tit halda vera best og beinast. Men tað skulu tit vita, at drepa tit meg, tá leiða tit sakleyst blóð yvir tykkum og yvir hesa borg og íbúgvar hennara; tí at av sanni hevur Harrin sent meg til tykkara til tess at tala øll hesi orð fyri tykkum! Tá søgdu høvdingarnir og alt fólkið við prestarnar og profetarnar: Hesin maðurin hevur ikki gjørt fyri lívi sínum; men í navni Harrans, Guðs várs, hevur hann talað til okkara. Tá gingu nakrir av fólksins elstu fram og talaðu til alla samkomu fólksins og søgdu: Mika úr Móresjet profeteraði á døgum Hizkia úr Júda við hesum orðum fyri øllum Júdafólki: So sigur Harri herliðanna: Zion skal verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða at toftum og tempulfjallið at skógarheyggjum! Mundi Hizkia úr Júda og alt Júdafólk drepa hann? Mundu teir ikki heldur óttast Harran og biðja hann um náði, so at Harrin iðraði seg um tað illa, sum hann hevði hótt teir við? Skulu vit tá elva okkum sjálvum hesa miklu ógævu? Annar maður var eisini, sum profeteraði í navni Harrans, Uria Sjemajason úr Kirjat-Jearim; hann profeteraði eisini móti hesi borg og hesum landi við somu orðum sum Jeremia. Og tá ið Jójakim kongur og allir kappar hans og allir høvdingarnir hoyrdu orð hans, royndi kongur at taka hann av lívi; men tá ið Uria frætti hetta, óttaðist hann og rýmdi til Egyptalands. Men Jójakim kongur sendi menn til Egyptalands; hann sendi Elnatan Akborsson og nakrar aðrar við honum; teir førdu Uria aftur úr Egyptalandi og komu við honum til Jójakims kongs, ið drap hann við svørði og jarðaði lík hansara, har sum almúgufólkið hevur gravir sínar. Áhikam Sjáfansson vardi Jeremia, so at hann var ikki givin upp í fólksins hendur og dripin.
Í byrjan ríkisstjórnar Zidkia Jósiasonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum til Jeremia: So segði Harrin við meg: Ger tær bond og ok og legg tað á háls tín og send Edóms og Móabs og Ammons og Týrusar og Zidons kongum boð við ørindrekum teirra, ið komnir eru til Jerúsalem, til Zidkia Júdakongs, og bjóð teimum at bera harrum sínum boð og siga: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sigið við harrar tykkara: Eg havi við mínum mikla mátti og útrætta armi skapað jørðina og menn og skepnur, sum á henni eru; og eg gevi hana hvørjum, sum eg vil. Og nú gevi eg øll hesi lond upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs, tænara míns; eisini djórini á markini gevi eg honum, so at tey við skulu træla fyri hann; allar tjóðir skulu træla fyri hann og son og sonarson hans, til eisini tími lands hansara kemur, tí at eisini hann skal træla fyri veldigar tjóðir og miklar kongar. Og tann tjóð og tað ríki, sum ikki vil træla fyri hann, Nebukadnezar Bábelkong, og ikki boyggja háls sín undir ok Bábelkongs – ta tjóð vil eg heimsøkja við svørði, hungri og drepsótt, til eg havi avoytt teir fyri hond hans, sigur Harrin. Og lurtið ikki eftir profetum tykkara og galdrakvøðarum, droymarum, rúnarmonnum og gandakøllum, ið siga við tykkum: Einki munnu tit fara at træla fyri Bábelkong! Tí at teir spáa tykkum lygnir til tess at fáa tykkum burtur av landi tykkara, við tað at eg tá reki tykkum burtur, so at tit farast. Men ta tjóð, sum boyggir háls sín undir ok Bábelkongs og tænir honum, hana lati eg hava frið á jørð síni til at dyrka hana og búgva á henni, sigur Harrin. Og eg talaði til Zidkia Júdakongs samsvarandi øllum hesum orðum og segði: Boyggið hálsar tykkara undir ok Bábelkongs og trælið fyri hann og fólk hans; tá mega tit lívi halda. Hví vilja tit týna lívið fyri svørði, hungri og drepsótt, bæði tú og fólk, eins og Harrin hevur hótt ta tjóð, sum ikki vil træla fyri Bábelkong? Lurtið ikki eftir orðum profetanna, tá ið teir siga við tykkum: Einki munnu tit fara at træla fyri Bábelkong! Tí at teir profetera tykkum lygnir; eg havi ikki sent teir, sigur Harrin, og kortini profetera teir lygnir í mínum navni, til tess at eg skal reka tykkum burtur, so at tit týna lívið saman við profetunum, ið profetera fyri tykkum. Og við prestarnar og alt fólkið mælti eg og segði: So sigur Harrin: Lýðið ikki á profetar tykkara, ið profetera fyri tykkum og siga: Sí, ílát hús Harrans verða nú brádliga heim aftur flutt úr Bábel! – Tí at teir profetera tykkum lygnir. Lurtið ikki eftir teimum, men trælið fyri Bábelkong, so at tit mega lívi halda! Hví skal henda borgin verða at toftum? Men eru teir profetar, og hava teir orð Harrans, tá biði teir Harra herliðanna um, at tey ílát, sum enn eru eftir í húsi Harrans og í Júdakongsins høll, ikki eisini verða flutt til Bábelborgar. Tí at so sigur Harri herliðanna um súlurnar og havið og kervagnarnar og teir lutir, sum enn eru eftir í hesi borgini, og sum Nebukadnezar, Bábelkongur, ikki tók við sær, tá ið hann herleiddi Jekonja Jójakimsson Júdakong frá Jerúsalem til Bábelborgar saman við tignarmonnum Júda og Jerúsalems, ja, so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, um teir lutir, sum enn eru eftir í húsi Harrans og í Júdakongsins høll og í Jerúsalem: Til Bábelborgar skulu teir verða fluttir, og har skulu teir verða verandi, til eg aftur hyggi til teirra og flyti teir burtur og føri teir aftur á henda stað, sigur Harrin.
Á fjórða ríkisári Zidkia Júdakongs í fimta mánaði segði profeturin Hánanja Azzursson úr Gibeon við meg í templi Harrans, meðan prestarnir og alt fólkið vóru hjá: So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Eg havi brotið sundur ok Bábelkongs; og um tvey ár flyti eg aftur á henda staðin øll tey ílát í húsi Harrans, sum Nebukadnezar, Bábelkongur, tók hiðan og flutti til Bábelborgar, og Jekonja Jójakimsson, Júdakong, og øll tey herleiddu úr Júda, sum komin eru til Bábelborgar, flyti eg heim aftur á henda staðin, sigur Harrin; tí at eg bróti sundur ok Bábelkongs. Tá mælti Jeremia profetur við Hánanja profet, meðan prestarnir og alt fólkið, ið saman var komið í húsi Harrans, stóðu hjá, og segði: Amen! Harrin lati tað sannast! Harrin evni orð tíni, sum tú hevur profeterað, og flyti ílát hús Harrans og øll tey herleiddu út úr Bábel heim aftur í henda staðin! Men hoyr nú kortini tað, sum eg vil siga bæði tær og øllum fólkinum: Teir profetar, ið verið hava undan mær og undan tær frá fyrndartíð, profeteraðu móti mongum londum og miklum ríkjum um bardaga, hungur og drepsótt. Men tá ið profetur profeterar um frið, tá skal tað, um Harrin av sonnum hevur sent hann ella ikki, sannast av, at orð hansara ganga út. Tá tók Hánanja profetur okið av hálsi Jeremia profets og breyt tað sundur. Og Hánanja profetur mælti, meðan alt fólkið var hjá: So sigur Harrin: Soleiðis vil eg, áður enn tvey ár eru umliðin, bróta ok Nebukadnezars Bábelkongs av hálsi alra tjóða! Jeremia profetur fór tá leið sína. Men eftir tað at Hánanja profetur hevði brotið og tikið okið av hálsi Jeremia profets, kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Far og sig við Hánanja: So sigur Harrin: Okið av træi hevur tú brotið sundur; men eg vil í stað tess gera ok av jarni! Tí at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Jarnok legði eg á hálsin á øllum hesum tjóðum, so at tær verða trælir hjá Nebukadnezari, Bábelkongi – og tær skulu tæna honum; ja, eisini djórini á markini havi eg givið honum. Tá segði Jeremia profetur við Hánanja profet: Hoyr tú, Hánanja: Harrin hevur ikki sent teg, og tú hevur fingið hetta fólkið til at troysta á lygnir. Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg varpi tær burtur av jørðini; tú skalt ikki ganga av árinum, tí at tú hevur boðað fráfall frá Harranum! Í sjeynda mánaði sama ár doyði Hánanja profetur.
Hesi eru orðini í tí brævi, ið Jeremia profetur sendi úr Jerúsalem til teir elstu, sum eftir vóru millum teir herleiddu, og til prestarnar og profetarnar og til alt fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar – eftir at Jekonja kongur og kongsmóðirin, hovmenninir, høvdingar Júda og Jerúsalems, listasmiðirnir og jarnsmiðirnir vóru farnir burtur úr Jerúsalem – við Elasa Sjáfanssyni og Gemarja Hilkiasyni, sum Zidkia Júdakongur sendi til Nebukadnezars Bábelkongs: So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, til allar hinar herleiddu, sum eg havi herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar: Byggið hús og búgvið í teimum; leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra! Takið tykkum konur og gitið synir og døtur; takið sonum tykkara konur og giftið burtur døtur tykkara til tess at føða synir og døtur, so at tit fjølgast har og ikki fækkast! Og havið umsorgan fyri landinum, sum eg havi herleitt tykkum til, og biðið fyri tí til Harrans; tí at eydna tess er eydna tykkara. Tí at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Latið ikki profetarnar, sum eru tykkara millum, ella spásagnarmenn tykkara tøla tykkum, og trúgvið ikki á teir dreymar, sum tit droyma; tí at teir spáa tykkum lygnir í mínum navni; eg havi ikki sent teir, sigur Harrin. Tí at so sigur Harrin: Tá ið sjeyti ár eru umliðin fyri Bábel, vitji eg tykkum aftur og evni á tykkum heiti mítt, at flyta tykkum heim aftur á henda staðin. Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín; spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av heilum huga, skal eg lata tykkum finna meg, sigur Harrin, og venda lagnu tykkara, savna tykkum saman úr øllum tjóðum og av øllum teimum støðum, hagar sum eg havi rikið tykkum, sigur Harrin, og flyta tykkum heim aftur á henda staðin, haðan sum eg herleiddi tykkum. Men tá ið tit siga: Harrin hevur vakt okkum upp profetar her í Bábel, tá skulu tit vita, at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, um Ákab Kólajason og um Zidkia Máasejason, ið profeteraðu tykkum lygnir í mínum navni: Sí, eg gevi teir upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs, og hann skal drepa teir beint fyri eygum tykkara. Og allir hinir herleiddu av Júda, sum eru í Bábel, skulu hava teir til soljóðandi bølbønartiltak: Harrin fari við teimum eins og við Zidkia og við Ákabi, sum Bábelkongur steikti í eldi! – fyri at teir framdu skemdarverk í Ísrael og drivu hor við konum landa sína og talaðu í mínum navni lygnarorð, sum eg hevði ikki boðið teimum at tala. – Ja, eg veit tað og kann vátta tað, sigur Harrin. Tí at so hevur Harrin sagt um kongin, sum situr í hásæti Dávids, og um alt fólkið, sum býr í hesi borgini, brøður tykkara, sum ikki vóru herleiddir saman við tykkum – so sigur Harri herliðanna: Sí, eg sendi á teir svørð, hungur og drepsótt og geri teir eins og hinar fikurnar, ið vóru so ringar, at tær ikki vóru etandi, og eg elti teir við svørði, hungri og drepsótt og geri teir til ræðslu fyri øll kongaríki á jørð, til bølbøn og øtan, til háð og spott millum allar tjóðir, hagar sum eg reki teir, aftur fyri at teir ikki lýddu á orð míni, sigur Harrin; tí at støðugt sendi eg teimum tænarar mínar, profetarnar, men teir vildu ikki hoyra, sigur Harrin. Men hoyrið tó orð Harrans, øll tit herleiddu, sum eg flutti úr Jerúsalem til Bábelborgar. Við Sjemaja úr Nehelam skalt tú siga: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Av tí at tú í tínum egna navni hevur sent øllum fólkinum í Jerúsalem og prestinum Zefanja Máasejasyni og øllum prestunum soljóðandi bræv: Harrin hevur sett teg sum prest í staðin fyri Jójada prest, til tess at tú í húsi Harrans skalt hava umsjón við øllum óðum monnum og øllum í profetiskum gudmóði og fjøtra teir við stokki og hálsjarni. Hví setir tú tá ikki at Jeremia úr Ánatot, sum fæst við at profetera har hjá tykkum! Tí at nú hevur hann sent okkum soljóðandi bræv higar til Bábelborgar: Hetta fer at vara leingi; byggið tí hús og búgvið í teimum; og leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra! Hetta brævið las presturin Zefanja upp fyri Jeremia profeti. Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Send øllum hinum herleiddu hesi boð: So sigur Harrin um Sjemaja úr Nehelam: Av tí at Sjemaja hevur profeterað fyri tykkum, tó at eg ikki havi sent hann, og tølað tykkum til at troysta á lygnir, tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg skal hevna hetta inn á Sjemaja úr Nehelam og eftirkomarar hans, so at eingin av hansara ætt verður eftir í hesum fólkinum; og hann skal ikki síggja tað góða, sum eg lati vera fólki mínum fyri, sigur Harrin; tí at hann hevur boðað fráfall frá Harranum.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Skriva tær øll tey orð, sum eg havi talað til tín, í bók; tí sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vendi lagnu fólks míns, Ísraels og Júda, sigur Harrin, og føri tey heim aftur í landið, sum eg gav fedrum teirra, og lati tað ognast teimum. Hetta eru orðini, sum Harrin talaði um Ísrael og Júda: So sigur Harrin: Vit hoyrdu ræðsluróp og ræðandi ófriðarróm. Spyrjið og vitið, um kallmaður føðir! Hví síggi eg tá allar menn við hondum á lendum eins og konur í barnferð, og øll andlit blikna? Tí at mikil er hesin dagur, hevur ikki sín líka, trongdartíð hjá Jákupi; men tó skal hann verða frelstur frá tí. Á tí degi, sigur Harri herliðanna, bróti eg okið og taki tað av hálsi teirra og slíti bond teirra av teimum, og teir skulu ikki meira træla fyri fremmandar, men tæna Harranum, Guði sínum, og Dávidi, kongi sínum, sum eg man vekja teimum upp. Ver tí óræddur, Jákup, tænari mín, sigur Harrin, og óttast ikki, Ísrael; tí sí, eg frelsi teg úr fjarløgdum landi og avkom títt úr landinum, sum teir vórðu herleiddir til. Og Jákup skal koma heim aftur og liva í friði og náðum, og eingin órógvar hann. Tí at eg eri við tær, sigur Harrin, til tess at frelsa teg, tí at eg beini fyri øllum teimum tjóðunum, sum eg spjaddi teg millum; men tær skal eg ikki beina fyri; eg vil revsa teg hóvliga, tó ikki sleppa tær med alla undan revsing. Ja, so sigur Harrin: Skaði tín er óbøtandi, einki kann grøða sár títt! Eingin fremur rætt tín; kýli títt vil ikki batna, og sár títt verður ikki heilt. Allir ástvinir tínir hava gloymt teg, teir spyrja ikki eftir tær; tí at eins og fígginda havi eg sligið teg, revsað teg eirindaleyst fyri tína stóru misgerð og tínar mongu syndir. Hví skríggjar tú av skaða tínum, av tíni sváru pínu? Aftur fyri tína miklu misgerð og tínar mongu syndir havi eg gjørt tær hetta. Men nú skulu allir, sum oyða teg, verða oyddir, allir, ið treingja teg, sjálvir verða herleiddir, og teir, sum herja á teg, skulu verða herjaðir, og allir, ið ræna teg, verða fyri ráni. Tí at eg lati sár títt batna og grøði skeinur tínar, sigur Harrin, tú Zion, sum áður ætst hin burturrikna, hin einsama, sum eingin legði í. So sigur Harrin: Sí, eg vendi lagnu Jákups og várkunni bústøðum hans; borgin skal verða endurreist á heyggi sínum, og høllin standa aftur á sínum rætta staði. Haðan skal ljóma takkarsongur og gleðiljóð; eg lati teir fjølgast og ikki fækkast; eg veiti teimum heiður; teir skulu ikki verða lítilsverdir. Synir hans skulu vera eins og í forðum, og manngarður hans ikki vikast frá ásjón míni; men kúgarar hans vil eg heimsøkja. Drotnari hans skal koma av honum sjálvum, og høvdingar hans ganga fram úr hans egna flokki; eg lati hann aftur nærkast og koma til mín; tí at hvør torir seta lívið í veð og sjálvboðin nærkast mær? sigur Harrin. Og tá skulu tit vera fólk mítt, og eg vera Guð tykkara. Sí, harðveður Harrans – eins og stormur brestur vreiðin á og melur um høvur hinna gudleysu eins og hvirluvindur. Ikki skal Harrans brennandi vreiði linna, fyrr enn hann hevur framt og útint ætlanir hjarta síns. Tá ið síðstu dagar koma, skulu tit skyna á tí.
Tá ið tann tíðin kemur, skal eg, sigur Harrin, vera Guð fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk mítt. So sigur Harrin: Fólkið, sum komst undan svørðinum, fann náði í oyðimørkini; á hvíldarstað sín skal Ísrael koma aftur. Úr fjarlegd birtist Harrin honum: Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni; aftur vil eg reisa teg, endurreist skal moyggin Ísrael verða. Aftur skal hon skrýða seg við glymskálum og fara í dans við hinum glaðu. Aftur skalt tú á Sámáriu fjøllum leggja inn víngarðar, seta niður og taka upp; tí at dagur skal koma, tá ið varðmenninir rópa á Efraims fjøllum: Standið upp og farið niðan á Zion til Harrans, Guðs várs! Tí at so sigur Harrin: Hevjið fagnaðarljóð um Jákup, og lovsyngið hini mætastu tjóðini, kunngerið við hátíðarrómi og sigið: Harrin hevur bjargað fólki sínum, Ísraels leivdum! Sí, eg flyti teir heim aftur úr norðursins landi og savni teir frá ytstu útryðjum jarðar. Teirra millum eru blind og lamin, burðarbúnar og føðandi konur; øll koma tey heim aftur higar í stórum flokkum. Grátandi koma tey; og meðan tey eyðmjúk biðja, leiði og føri eg tey at rennandi løkjum eftir slættum vegi, har teir ikki snáva; tí at eg eri sum faðir fyri Ísrael, og Efraim er mín frumgitni sonur. Hoyrið orð Harrans, tit tjóðir, og kunngerið tað á fjarløgdum strondum og sigið: Tann, sum spjaddi Ísrael, savnar tað aftur og goymir at tí, eins og hirðin goymir at fylgi sínum. Tí at Harrin hevur frelst Jákup og loyst hann undan valdi hans, ið honum var yvirmentur. Teir koma niðan á Zions fjall við fagnaðarljóðum yvir Harrans fylling, yvir korn og aldinløg og olju, yvir lomb og kálvar; eins og vatnríkur aldingarður er sál teirra, ongantíð skulu teir ørmaktast aftur. Tá skal ungmoyggin fegnast í dansi, og unglingar og gamlir gleðast saman; tí at eg broyti sorg teirra í gleði og veiti teimum ugga og fagnað eftir kvalir teirra. Eg lívgi prestarnar við mørum og metti fólk mítt av fylling míni, sigur Harrin. So sigur Harrin: Rødd hoyrist í Ráma, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni og vil ikki lata seg ugga eftir børn síni, tí at tey eru ikki til longur. Men nú sigur Harrin soleiðis: Halt rødd tíni frá gráti og eygum tínum frá tárum; tí at tú fært løn fyri møði tína, sigur Harrin – úr fíggindalandi venda tey heim aftur. Ja, vónrík er tín framtíð – børnini koma heim aftur í land sítt, sigur Harrin. Gjølla hoyrdi eg Efraim kvarta: Tú hevur revsað meg, og eg tók við aga eins og ótamdur kálvur; snúgv mær aftur, tá vendi eg við, tí at tú ert Harrin, Guð mín. Tí at síðan eg vendi við, havi eg iðrað meg, síðan eg fekk vitið fyri meg, havi eg sligið meg á lendar; snópin og skammfullur standi eg, má bøta fyri mínar ungdóms skemdir. Er Efraim mær so dýrmætur sonur og tílíkt yndisbarn? Tí at so ofta eg tali um hann, kemur hann mær í minni, sum eg elski. Tí bylgist barmur mín, tí harmist eg um hann, sigur Harrin. Reis tær varða og set upp vegamerki. Hav í huga vegin, leiðina, sum tú einaferð gekst! Kom aftur, moyggin Ísrael, snúgv heim aftur í hesar borgir tínar! Hvussu leingi vilt tú reika aftur og fram, tú fráfalna dóttir? Tí at nú skapar Harrin nýtt í landinum: Konan verjir mannin. So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Aftur skulu teir mæla hesum orðum í Júda landi og borgunum har, tá ið eg havi vent lagnu teirra: Harrin signi teg, tú rættlætis bústaður, heilaga fjall! Har skal Júda búgva í øllum borgum sínum, jarðyrkismenn og hirðar við fylgjum sínum. Tí at eg lívgi hvørja ørtysta sál og metti allar, ið máttloysi hava fingið. Við hetta vaknaði eg, leit meg íkring, og svøvnurin hevði verið mær søtur. Ja, dagar skulu koma, tá ið eg sái land Ísraels og Júda við sáði bæði av fólki og fenaði, sigur Harrin. Og eins og eg vakti yvir teimum til tess at slíta upp og kollvelta, at bróta niður og týna og meina teir, soleiðis vil eg nú vaka yvir teimum til tess at byggja upp og seta niður, sigur Harrin. Á teimum døgum skal hetta orðafellið ikki hoyrast: «Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn», men tá skal hvør ein doyggja fyri egnu misgerð sína, og hvør tann, sum etur súr vínber, skal sjálvur fáa ringar tenn. Sí, dagar skulu koma, sigur Harrin, tá ið eg geri nýggjan sáttmála við Ísraels og Júda hús, ikki eins og hin sáttmálin, sum eg gjørdi við teir, ta ferðina tá eg tók í hond teirra og leiddi teir út úr Egyptalandi; tí at tann sáttmálan slitu teir, so at mær stóðst við teir, sigur Harrin. Nei, hetta skal vera sáttmálin, sum eg geri við Ísraels hús eftir hesar dagar, sigur Harrin: Eg leggi lóg mína í barm teirra og riti hana á hjørtu teirra; og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. Vinur skal ikki meira kenna vinmanni sínum ella bróðir bróður sínum og siga: Kennið Harran; tí at tey skulu øll kenna meg, bæði smá og stór, sigur Harrin; tí at eg man fyrigeva misgerð teirra og ikki meira minnast á syndir teirra. So sigur Harrin, sum setti sólina til at lýsa um dagar og skipaði mána og stjørnum til at lýsa um nætur, sum øsir havið upp, so at bylgjurnar bróta, hann, hvørs navn er Harri herliðanna: Kundu hesar skipanir nakrantíð svitast fyri mær, sigur Harrin, tá kundi eisini Ísrael hildið uppat at vera tjóð fyri ásjón míni allar dagar. So sigur Harrin: Verður himinin har uppi nakrantíð máldur, og jarðarinnar grundvøllur har niðri rannsakaður, tá verði eisini eg at havna Ísraels avkomi fyri alt tað, ið teir hava gjørt, sigur Harrin. Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið borgin skal verða endurreist Harranum frá Hánaneltorni og alt at Hornaliðinum, og framleiðis skal málisnørið ganga beint á Gárebs heyggj og haðan í bug til Góa; og allur dalurin við ræum og øsku og allur vøllurin alt at Kedrons løki og eystur at Rossaliðshorni skulu verða halgaðir Harranum; ongantíð aftur skal nakað har verða uppslitið ella niðurbrotið.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á tíggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs, tað er átjanda ríkisár Nebukadnezars. Tá tókst herur Bábelkongs við at kringseta Jerúsalem; men Jeremia profetur sat fangi í varðgarði í høll Júdakongs; har hevði Zidkia Júdakongur lokað hann inni við hesum orðum: Hví profeterar tú og sigur: So sigur Harrin: Sí, eg gevi hesa borg upp í hendur Bábelkongs; hann skal vinna á henni. Og Zidkia Júdakongur skal ikki komast undan valdi Kaldea, men vissuliga verða givin upp í hendur Bábelkongs; og hann skal tala við hann munn móti munni og síggja hann eyga móti eyga. Til Bábelborgar skal hann føra Zidkia, og har skal hann verða verandi, til eg hyggi til hansara, sigur Harrin; tá ið tit berjast móti Kaldeum, skulu tit ongan frama fáa. Jeremia segði: Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Sí, Hánamel, sonur Sjallums, faðirbróður tíns, man til tín koma og siga: Keyp tú jørð mína, sum liggur í Ánatot, tí at tín er loysnarrætturin til at keypa hana. Tá kom, eins og Harrin hevði sagt, Hánamel, sonur faðirbróður míns, til mín í varðgarðin og segði við meg: Keyp tú jørð mína, sum liggur í Ánatot í Benjamins landi, tí at tín er arvarætturin og loysnarrætturin; keyp hana! Tá skilti eg, at tað var orð frá Harranum. Eg keypti tí jørðina í Ánatot frá Hánameli, syni faðirbróður míns, og vigaði honum aftur fyri hana seytjan siklar av silvuri. Og eg skrivaði tað í bræv og innsiglaði tað, læt vitni vátta tað og vigaði silvurið á vágskál. Síðan tók eg keypsbrævið, bæði hitt innsiglaða og hitt opna, og fekk tað Báruki Neriasyni Másejasonar í hjástøðu Hánamels, sonar faðirbróður míns, og vitnanna, sum skrivað høvdu undir keypsbrævið og í hjástøðu alra teirra Júdea, sum staddir vóru í varðgarðinum, – í hjástøðu teirra beyð eg Báruki: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tak hesi keypsbrøvini, bæði hetta innsiglaða og hetta opna, og legg tey í leirker, til tess at tey mega verða varðveitt í langar tíðir. Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Enn skulu hús og akrar og víngarðar verða keypt í hesum landi. Men eftir at eg hevði fingið Báruki Neriasyni keypsbrævið, bað eg til Harrans og segði: Á, Harri drottin! Tú hevur jú skapað himin og jørð við tínum mikla mátti og útrætta armi; fyri tær man einki vera ov undurfult; tú, sum sýnir miskunn móti túsundum og letur misgerðir fedranna vitja aftur á børn teirra eftir teir, tú, hin sterki, veldigi Guð, hvørs navn er Harri herliðanna, mikil í ráðum og máttugur í verki, og hvørs eygu eru upplatin yvir vegum alra mannabarna til tess at endurgjalda hvørjum manni eftir atferð hans og eftir ávøksti gerninga hans, tú, sum gjørdi tekin og undur í Egyptalandi og ger tey enn í dag bæði í Ísrael og manna millum og hevur skapað tær mikið navn sum tað, tú hevur í dag; og tú flutti fólk títt Ísrael út úr Egyptalandi við tekinum og undrum, við sterkari hond og útrættum armi og miklari ræðslu og gavst teimum hetta landið, sum tú tilsvórt fedrum teirra at geva teimum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi; men tá ið teir komu inn í tað og ognaðu sær tað, tá lýddu teir ikki rødd tíni, fóru ikki eftir lóg tíni, og gjørdu einki av øllum tí, sum tú hevði boðið teimum at gera; tí lætst tú alla hesa ógævuna verða teimum fyri. Sí, atsóknarvirkini eru komin tætt at borgini til tess at vinna á henni; fyri svørði, hungri og drepsótt er borgin givin upp í hendur Kaldea, sum herja á hana; nú er komið fram tað, sum tú boðaði; tú sært tað sjálvur; og kortini sigur tú, Harri, drottin, við meg: Keyp tær jørð fyri silvur, og lat vitni vátta keypið – tó at Kaldear valda borgini! Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Sí, eg eri Harrin, Guð yvir øllum holdi; man nakað vera mær ov undurfult? Tí sigur Harrin so: Sí, eg gevi hesa borgina upp í hendur Kaldea og upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, og hann skal vinna á henni; og Kaldear, sum herja á hesa borgina, skulu koma og seta eld á hana og brenna hana upp og somuleiðis húsini, har teir uppi á takinum kyndu Báali offureldar og heltu út droypioffur fyri øðrum gudum til tess at reita meg! Tí at alt frá ungdóminum hava Ísraelsmenn og Júdamenn gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum; tí at Ísraelsmenn gera ikki annað enn at reita meg við handaverkum sínum, sigur Harrin. Tí at síðan henda borgin var reist og alt fram at hesum degi, hevur hon verið mær tilevni til vreiði og ilsku, so at eg nú má oyða hana burtur frá ásjón míni fyri alla vándsku Ísraelsmanna og Júdamanna, sum teir hava havt frammi til tess at reita meg, bæði teir og kongar teirra, høvdingar teirra, prestar og profetar teirra, Júdamenn og Jerúsalembúgvar. Teir vendu mær bakið og ikki andlitið, og tó at eg hevði at teimum bæði snimma og seint, vildu teir kortini ikki lýða og taka við aga. Ja, í tí húsi, sum mítt navn er nevnt yvir, settu teir upp sínar andskræmiligu gudar til tess at óreinska tað og bygdu Báals offurheyggjar í dali Hinnomssonar til tess at ofra Moloki synir sínar og døtur – tílíkt, sum eg ikki havi boðið teimum og ongantíð hevur verið í mínum huga, at tílík andstygd skuldi verða framd til tess at tøla Júda til at synda. Men nú sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis um hesa borgina, sum tit siga vera givna upp í hendur Bábelkongs fyri svørði, hungri og drepsótt: Sí, eg man savna tey úr øllum teimum londum, hagar sum eg spjaddi tey um í bræði míni, í vreiði og øði míni, og lata tey koma heim aftur á henda staðin og búgva her ekkaleys. Tá skulu tey vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra; og eg gevi teimum eitt hjarta og ein veg, so at tey óttast meg allar dagar, teimum til eydnu og børnum teirra eftir tey. Tá geri eg við tey ævigan sáttmála, at eg ikki vil fara frá teimum, men gera væl ímóti teimum og leggja ótta fyri mær í hjørtu teirra, so at tey ikki víkja frá mær. Og eg skal fegnast um tey og gera væl ímóti teimum og gróðurseta tey í hesum landi við trúfesti av heilum huga og allari sál míni. Tí at so sigur Harrin: Eins og eg leiddi alla hesa miklu ógævu oman yvir hetta fólk, soleiðis vil eg nú leiða yvir tey alt tað góða, sum eg boðaði teimum. Enn skal jørð verða keypt í hesum landinum, sum tit siga vera oyðimørk, uttan fólk og fenað, og givin upp í hendur Kaldea; ja, jørð munnu menn keypa fyri pening og skriva keypsbrøv og innsigla tey og taka vitni bæði í Benjamins landi og bygdunum kring Jerúsalem, í Júdaborgum og bygdunum á fjallalandinum, láglandinum og suðurlandinum; tí at eg vendi lagnu teirra, sigur Harrin.
Orð Harrans kom á øðrum sinni til Jeremia, meðan hann enn sat innilokaður í varðgarðinum, soljóðandi: So sigur Harrin, sum skapað hevur jørðina og hevur evnað hana til og grundfest hana, hann, hvørs navn er Harrin: Kalla á meg, og eg man svara tær og kunngera tær miklar og loyndar lutir, sum tú ikki kennir. Tí at so sigur Harrin, Guð Ísraels, um húsini í hesi borg og húsini hjá Júdakongum, sum niður vórðu rivin til tess úr teimum at byggja hervirki og bøta borgargarðar, tá ið teir bardust við Kaldear, og hús teirra fyltust við líkum av monnum, sum eg feldi í vreiði og bræði míni, við tað at eg fjaldi andlit mítt fyri teimum vegna alla vándsku teirra: Sí, eg lati sárini á hesi borg batna og grógva aftur; eg gevi teimum heilsubót og lati upp fyri teimum ríkidømi av sonnum friði. Eg vendi lagnu Júda og lagnu Ísraels og byggi tey upp aftur eins og í forðum. Eg reinsi tey frá øllum misgerðum teirra, sum tey hava gjørt ímóti mær, og fyrigevi teimum øll misbrot teirra, sum teir hava syndað við móti mær og slitið trúnað við meg. Borgin skal verða mær til fragdar og gleði, til lovs og heiðurs millum allar tjóðir jarðar; og tá ið teir frætta um alt tað góða, sum eg geri teimum, skulu teir skelva og titra yvir alt tað góða og alla ta lívssælu, sum eg lati verða borgini fyri. So sigur Harrin: Aftur skal á hesum staði, sum tit siga vera reyn og uttan fólk og fenað, í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum, ið liggja oyddar uttan fólk og fenað, hoyrast fagnaðarrómur og gleðiljóð, røddir brúðgóms og brúðar og røddir teirra, sum siga: Takkið Harra herliðanna, tí at góður er Harrin, og miskunn hans varir um ævir! og somuleiðis røddir teirra, ið bera fram lovoffur í húsi Harrans; tí at eg vendi lagnu landsins, so at tað verður aftur eins og í forðum, sigur Harrin. So sigur Harri herliðanna: Enn skal á hesum staði, sum liggur oyddur og uttan fólk og fenað og í øllum borgum hans, verða beiti, har hirðar savna seyð sín; í fjallabygdunum og bygdunum á láglandinum og suðurlandinum, í Benjamins landi og landinum kring Jerúsalem og í Júda borgum munnu teir aftur lata seyð fara fram við teimum, ið telja hann, sigur Harrin. Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá eg evni ta fyrijáttan, sum eg talaði um Ísraels hús og Júda hús; á teimum døgum og um tað mundið lati eg Dávidi spretta upp rættferðar gróðursprota; hann skal inna rætt og rættlæti í landinum. Á teimum døgum skal Júda verða frelstur og Jerúsalem búgva í trygdum; og hetta skal vera navn hennara: Harrin er rættvísi okkara. Tí at so sigur Harrin: Dávidi skal ongantíð vanta eftirmaður til at sita í hásæti Ísraels; heldur ikki skal Levitaprestunum vanta maður til at standa frammi fyri ásjón míni, til at bera fram brennioffur, brenna grónoffur og ofra sláturoffur allar dagar. Og orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: So sigur Harrin: Kann sáttmáli mín við dagin og náttina verða slitin, so at tað ikki verður dagur og nátt í rættum tíma, tá kann eisini sáttmáli mín við Dávid, tænara mín, verða slitin, so at hann ongan son hevur eftir seg til at sita sum kongur í hásæti sínum, og somuleiðis sáttmáli mín við Levitaprestarnar, ið tæna mær. Eins og herur himinsins ikki verður taldur, og havsins sandur ikki mátaður – so vil eg margfalda avkom Dávids, tænara míns, og Levitarnar, ið tæna mær. Og orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: Hevur tú ikki givið tær far um, hvussu hetta fólkið sigur: Harrin hevur havnað báðum teimum ættargreinum, sum hann valdi út. Soleiðis vanmeta teir fólk mítt við ikki at telja tað tjóð. So sigur Harrin: Havi eg ikki gjørt sáttmála við dag og nátt og givið himni og jørð fastar lógir, tá man eg eisini havna avkomi Jákups og Dávids, tænara míns, og ongan taka av eftirkomarum hans til at vera høvdingi yvir avkomi Ábrahams, Ísaks og Jákups; tí at eg vendi lagnu teirra og várkunni teimum.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, tá ið Nebukadnezar Bábelkongur og allur herur hans og øll kongaríki jarðar, sum hann valdaði, og allar tjóðir herjaðu á Jerúsalem og allar borgir kring hana – soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Far og finn Zidkia Júdakong á máli og sig við hann: So sigur Harrin: Sí, eg gevi hesa borg upp í hendur Bábelkongs, og hann skal brenna hana av; og tú sjálvur skalt ikki komast undan honum, men vissuliga verða tikin og givin upp í hendur hans; og eygu tíni skulu síggja eygu Bábelkongs, og hann skal tala til tín munn móti munni; og til Bábelborgar skalt tú koma. Men hoyr orð Harrans, Zidkia Júdakongur: So sigur Harrin um teg: Tú skalt ikki doyggja fyri svørði, men í friði skalt tú doyggja, og eins og roykilsi varð brent við jarðarferðir fedra tína, konganna, sum vóru undan tær, soleiðis skulu menn eisini brenna roykilsi tær til heiðurs og harma teg og siga: Á, Harri! so satt sum eg havi talað, sigur Harrin. Og Jeremia profetur talaði øll hesi orð við Zidkia Júdakong í Jerúsalem, meðan herur Bábelkongs herjaði á Jerúsalem og á báðar tær Júdaborgir, sum enn vóru eftir – Lákisj og Ázeka, tí at av øllum hinum víggirdu borgunum í Júda vóru eina hesar báðar eftir. Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, eftir at Zidkia kongur hevði gjørt sáttmála við alt fólkið í Jerúsalem um at boða frælsi, at hvør maður skuldi geva træli og trælkvendi sínum frælsi aftur, um tey vóru hebráisk, so at eingin Júdamaður hevði tjóðfelaga sín sum træl. Og allir høvdingarnir og alt fólkið, sum gingið var undir sáttmálan, lótu sær hetta lynda, at hvør maður skuldi geva træli og trælkvendi sínum frælsið aftur og ikki lata tey træla meira; og soleiðis teir gjørdu. Men seinni hálsaðu teir um og tóku aftur til sín teir trælir og tey trælkvendi, sum teir høvdu givið leys og kúgaðu tey aftur til at træla fyri seg. Tá var tað, at orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Eg gjørdi sáttmála við fedrar tykkara ta ferðina, tá eg leiddi teir út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum og segði: Tá ið sjey ár eru umliðin, skal hvør tykkara geva sín hebráiska ættbróður leysan, sum hevur selt seg til tín; tá ið hann hevur tænt tær í seks ár, skalt tú lata hann fara frælsan frá tær. Men fedrar tykkara lýddu mær ikki og løgdu ikki oyru síni við. Beint nú vendu tit við og gjørdu tað, sum rætt er í mínum eygum, við at boða hvør øðrum frælsi og gera sáttmála fyri ásjón míni í tí húsi, sum navn mítt er nevnt yvir. Men síðan hálsaðu tit um aftur og vanhalgaðu navn mítt, við tað at hvør maður tók aftur til sín tann træl og tað trælkvendi, sum hann hevði givið fult frælsi og latið fara, hvar tey vildu, og kúgaði tey til at træla fyri seg aftur. Tí sigur Harrin soleiðis: Tit vildu ikki lýða mær og boða frælsi hvør sínum ættbróður; sí, tí vil eg boða tykkum frælsi, sigur Harrin, so at tit verða fyri svørði, hungri og drepsótt, og eg geri tykkum til ræðslu fyri øll kongaríki jarðar. Og teir menn, ið slitu sáttmálan við meg og ikki hildu orð sáttmála tess, ið teir gjørdu fyri ásjón míni, tá ið teir slátraðu kálvin og skóru hann sundur í tógvar lutir og gingu lutanna millum, høvdingar Júda og Jerúsalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, ið gekk millum luta kálvsins – teir gevi eg upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra; og lík teirra skulu vera føðsla hjá fuglum himinsins og djórum jarðarinnar. Og Zidkia Júdakong og høvdingar hans gevi eg upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra; men heri Bábelkongs, ið nú er farin frá tykkum, sí, honum bjóði eg, sigur Harrin, at koma aftur til hesa borg og herja á hana og vinna sigur av henni og síðan seta á hana og brenna hana av; og eg skal lata Júdaborgir liggja avtoftaðar og mannoyddar.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á døgum Jójakims Jósiasonar Júdakongs, soljóðandi: Far og finn Rekabitar á máli og tala við teir og far við teimum inn í eitt av herbergunum í húsi Harrans og gev teimum vín at drekka! Tá søkti eg Jáazanja Jirmejason Hábazzinjasonar og brøður hansara og allar synir hansara, allan ættarflokk Rekabita, og fór við teimum í hús Harrans, inn í herbergið hjá sonum Hánans Jigdaljasonar Guðsmansins, tað, sum stóð tætt við høvdingaherbergið uppi yvir herberginum hjá Máaseja Sjallumssyni, duravørði. Og eg setti kannur fullar av víni og steyp fram fyri Rekabitarnar og segði við teir: Drekkið vín! Men teir svaraðu: Vit drekka ikki vín, tí at ættarfaðir okkara, Jónadab Rekabsson hevur boðið okkum og sagt: Tit og børn tykkara skulu um ævir ongantíð drekka vín! Og hvørki mega tit byggja hús ella sáa korn ella eiga víngarðar ella seta nakað niður; men í tjøldum skulu tit búgva alla ævi tykkara, til tess at tit mega liva leingi í tí landi, har tit dvølja sum útisetar. Vit hava lýtt Jónadabi Rekabssyni, ættarfaðir okkara, í øllum, sum hann beyð okkum, so at vit alla ævi okkara ikki drekka vín, hvørki vit ella konur ella synir ella døtur okkara, og reisa okkum ikki hús til at búgva í og eiga hvørki víngarðar ella akrar ella sáðkorn; men vit búgva í tjøldum og liva soleiðis í lýdni móti øllum tí, sum Jónadab, ættfaðir okkara, hevur boðið okkum. Men tá ið Nebukadnezar Bábelkongur breytst inn í landið, søgdu vit: Komið, vit skulu fara niðan í Jerúsalem undan herum Kaldea og Áramea! Tí búgva vit nú her í Jerúsalem. Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Far og sig við Júdamenn og Jerúsalembúgvar: Vilja tit ikki taka við aga og lýða orðum mínum? sigur Harrin. Orð Jónadabs Rekabssonar eru hildin; tí at hann beyð sonum sínum ikki at drekka vín; og teir hava ikki drukkið vín alt fram at hesum degi í lýdni móti tí boði, sum ættfaðir teirra gav teimum: Men tit hava ikki lýtt mær, tó at eg bæði árla og síðla havi talað til tykkara! Í heilum sendi eg tykkum allar tænarar mínar, profetarnar, til at boða: Vendið við hvør frá sínum vánda vegi og gerið tað, sum gott er, og eltið ikki aðrar gudar til tess at tæna teimum; tá skulu tit verða búgvandi í tí landi, sum eg gav tykkum og fedrum tykkara! Men tit vildu ikki leggja oyru tykkara við og ikki hoyra meg. Ja, synir Jónadabs Rekabssonar hava verið lýdnir ímóti tí boði, sum ættfaðir teirra beyð teimum; men hetta fólkið hevur ikki verið lýðið móti mær. Tessvegna, sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg lati koma yvir Júda- og Jerúsalembúgvar alla ta ógævu, sum eg havi hótt teir við, av tí at teir ikki vildu hoyra, tá ið eg talaði til teirra, og ikki svara, tá ið eg kallaði á teir. Men við ættarfólk Rekabita segði Jeremia: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Av tí at tit hava lýtt boði Jónadabs, ættfaðirs tykkara, og hildið allar fyriskipanir hans og gjørt alt tað, sum hann hevði lagt fyri tykkum, tessvegna, sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Ongantíð skal Jónadabi Rekabssyni vanta maður til tess at standa frammi fyri ásjón míni.
Á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar Júdakongs kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Tak tær bókrullu og rita í hana øll tey orð, sum eg havi til tín talað um Jerúsalem og Júda og allar tjóðir, frá tí degi, eg á fyrsta sinni talaði til tín á døgum Jósia, og alt fram at hesum degi; kanska at Júdamenn, tá ið teir hoyra um alla ta ógævu, sum eg havi í hyggju at leiða yvir teir, fara at snúgva sær hvør og ein frá sínum vánda vegi, so at eg kann fyrigeva misgerðir og syndir teirra. Tá kallaði Jeremia Báruk Neriason til sín; og Báruk ritaði í bókrulluna av munni Jeremia øll tey orð, sum Harrin hevði talað til hansara. Síðan beyð Jeremia Báruki og segði: Eg eri tarnaður og sleppi ikki sjálvur í hús Harrans; men far tú og les upp úr bókrulluni tað, sum tú hevur ritað av munni mínum, orð Harrans, fyri fólkinum í húsi Harrans á føstudegi; eisini skalt tú lesa upp fyri øllum Júdamonnum, ið komnir eru higar úr borgum sínum; kanska tá bønir teirra um náði náa fram fyri ásjón Harrans, og kanska teir tá snúgva sær hvør og ein frá sínum vánda vegi; tí at mikil er tann ilska og vreiði, sum Harrin hevur hótt hetta fólk við. Báruk Neriason gjørdi tá í øllum soleiðis, sum Jeremia profetur legði fyri hann, og las orð Harrans upp úr bókini í húsi Harrans. Á fimta ríkisári Jójakims Jósiasonar Júdakongs í níggjunda mánaðinum varð nú boðið, at alt fólkið í Jerúsalem og alt fólkið úr Júda borgum skuldi koma saman í Jerúsalem til føstuhalds fyri ásjón Harrans. Tá las Báruk upp úr bókini orð Jeremia fyri øllum fólkinum í húsi Harrans, í herbergi Gemarja Sjáfanssonar, ríkisritara, í ovara forgarði við Nýggjalið á húsi Harrans. Men tá ið Mika Gemarjason Sjáfanssonar hoyrdi øll orð Harrans upp úr bókini, fór hann oman í kongshøllina, inn í herbergi ríkisritarans, har allir høvdingarnir sótu: Elisjáma ríkisritari, Delaja Sjemajason, Elnatan Akborsson, Gemarja Sjáfansson og Zidkia Hánanjason og allir hinir høvdingarnir, og Mika kunngjørdi teimum øll tey orð, sum hann hevði hoyrt Báruk lesa upp úr bókini fyri fólkinum. Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi Netanjason, Sjelemjasonar, Kusjisonar, til Báruks við soljóðandi orðsending: Tak við tær bókrulluna, sum tú last upp úr fyri fólkinum, og kom oman higar! Tá tók Báruk Neriason bókrulluna í hond og kom til teirra. Teir søgdu við hann: Sessast og les hana fyri okkum. Tá tók Báruk at lesa upp fyri teimum. Men tá ið teir høvdu hoyrt øll orðini, stóðu teir ræddir og bíndu hvør at øðrum og søgdu við Báruk: Vissuliga mugu vit siga kongi frá øllum hesum! Teir spurdu nú Báruk: Sig okkum, hvussu tú hevur skrivað øll hesi orð. Báruk svaraði teimum: Jeremia fyrisegði mær munnliga øll hesi orð, og eg ritaði tey í bókina við blekki. Tá søgdu høvdingarnir við Báruk: Farið og krógvið tykkum, tú og Jeremia, so at eingin veit, hvar tit eru! Síðan beindu teir bókrulluna burtur í herbergi Elisjáma ríkisritarans og fóru til kong inn í skemmu hans og søgdu honum frá øllum. Kongur sendi nú Jehudi eftir bókrulluni, og hann tók hana úr herbergi Elisjáma ríkisritarans; og Jehudi las hana upp fyri kongi og fyri øllum høvdingunum, ið stóðu har frammi fyri kongi. Men kongur sat tá í vetrarhúsinum (hetta var í níggjunda mánaðinum), og framman fyri hann brann eldur í glóðarkeri; og hvørja ferð Jehudi hevði lisið upp einar tríggjar, fýra teigar, skar kongur teir frá við pennaknívi ríkisritarans og tveitti teir í eldin, sum var í glóðarkerinum, til øll bókrullan var uppbrend av eldinum í glóðarkerinum. Men hvørki á kong ella á nakran av tænarum hans, ið hoyrdu øll hesi orð, kom nøkur ræðsla, ikki heldur skræddu teir klæði síni. Og tó at Elnatan og Delaja og Gemarja bønaðu kong um ikki at brenna bókrulluna, vildi hann ikki eftirlíka teimum. Síðan beyð kongur Jerameel kongssyni og Seraja Azrielssyni og Sjelemja Abdeelssyni at taka Báruk skrivara og Jeremia profet á hondum; men Harrin fjaldi teir. Men eftir at kongur hevði brent bókrulluna við øllum teimum orðum, ið Báruk hevði ritað av munni Jeremia, tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: Tak tær aðra bókrullu og rita á hana øll tey orðini, sum stóðu í hini fyrru bókrulluni, sum Jójakim Júdakongur brendi. Og um Jójakim Júdakong skalt tú siga: So sigur Harrin: Tú brendi bókrulluna við hesum orðum: Hví hevur tú ritað á hana: Bábelkongur man vissuliga koma til tess at týna hetta landið og avoyða bæði fólk og fenað úr tí? Tí sigur Harrin so um Jójakim Júdakong: Hann skal ongan hava eftir seg til at sita í hásæti Dávids, og ræ hans skal verða tveitt út í hita dagsins og kulda náttarinnar. Og eg skal heimsøkja hann og avkom hans og tænarar hans fyri misgerðir teirra og leiða yvir teir og Jerúsalembúgvar og Júdamenn alla ta ógævu, sum eg hótti teir við, uttan at teir vildu lýða. Síðan tók Jeremia aðra bókrullu og fekk Báruki Neriasyni skrivara hana; og hann ritaði á hana av munni Jeremia øll orðini í teirri bók, sum Jójakim Júdakongur hevði brent í eldinum, men mong onnur orð vóru løgd afturat, sum vóru lík hinum.
Zidkia Jósiason varð kongur í stað Konja Jójakimssonar; tað var Nebukadnezar, ið gjørdi hann til kong í Júdalandi; men hvørki hann ella tænarar hans ella fólkið í landinum lýddu orðum teimum, ið Harrin hevði talað við Jeremia profet. Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet við soljóðandi orðsending: Gakk til Harrans, Guðs várs, í forbøn fyri okkum! Jeremia hevði um tað mundið loyvi at ganga út og inn hjá fólkinum, tí at enn høvdu teir ikki sett hann í myrkustovu. Herur Fáraos var hildin út úr Egyptalandi; og tá ið Kaldear, sum kringsettu Jerúsalem, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerúsalem. Tá kom orð Harrans til Jeremia profet soljóðandi: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Soleiðis skalt tú siga við Júdakong, sum sendi teg at leita ráð við meg: Herur Fáraos, sum helt avstað tykkum til hjálpar, man venda heim aftur til Egyptalands; og Kaldear skulu koma aftur og herja á hesa borg, vinna sigur á henni og brenna hana upp! So sigur Harrin: Teipið ikki tykkum sjálvar við at siga: Kaldear munnu fara frá okkum med alla. Nei, teir fara ongar vegir! Tí at um tit vógu allan her Kaldea, sum herjar á tykkum, so at einans nakrir særdir vóru eftir, hvør í sínum tjaldi, tá skuldu teir risið upp og brent hesa borgina upp. Tá ið herur Kaldea var rýmdur frá Jerúsalem undan heri Fáraos, fór Jeremia úr Jerúsalem og bjóst til Benjamins lands til tess at taka lut í jarðarbýti við bygdarfólkinum. Men tá ið hann kom í Benjamins lið, var har varðmaður ein, sum æt Jiria Sjelemjason, Hánanjasonar; hann treiv í Jeremia profet og mælti: Tú ætlar at rýma yvir til Kaldea! Men Jeremia svaraði: Tað er lygn; eg ætli ikki at rýma yvir til Kaldea! Men Jiria vildi ikki lurta eftir Jeremia, treiv í hann og leiddi hann fram fyri høvdingarnar. Høvdingarnir reiddust inn á Jeremia, bardu hann av og settu hann fastan í húsinum hjá Jónatani ríkisritara, tí at tað høvdu teir gjørt til fangahús. Soleiðis kom Jeremia í fangaskotið undir hválvinum; og har varð hann sitandi langa tíð. Men Zidkia kongur sendi menn eftir honum; og kongur spurdi hann í loyndum í høll síni: Er nakað orð frá Harranum? Jeremia svaraði og segði: Jú, vissuliga: Tú skalt verða givin upp í hendur Bábelkongs! Síðan segði Jeremia við Zidkia kong: Hvat misbrot havi eg gjørt móti tær og tænarum tínum og móti hesum fólkinum, at tit seta meg í myrkustovu? Og hvar eru nú profetar tykkara, sum profeteraðu fyri tykkum og søgdu: Ei man Bábelkongur ráðast á tykkum og hetta land? Og hoyr nú, harra kongur! Lýð á mína eyðmjúku bøn og flyt meg ikki aftur í húsið hjá Jónatani ríkisritara til at doyggja har! Tá beyð Zidkia kongur at seta Jeremia í varðhald í varðgarðinum; og hvønn dag fekk hann ein breyðleiv úr Bakaragøtu, til alt breyðið í borgini var undangingið. Soleiðis sat nú Jeremia í varðgarðinum.
Og Sjefatja Mattansson, Gedalja Pasjhursson, Júkal Sjelemjason og Pasjhur Malkiason hoyrdu Jeremia tala hesi orðini fyri øllum fólkinum: So sigur Harrin: Teir, sum verða eftir í hesi borg, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt, men teir, sum rýma yvir til Kaldea, skulu komast undan og vinna lív sítt sum herfong; tí at so sigur Harrin: Henda borgin skal vissuliga verða givin heri Bábelkongs í vald, og hann skal vinna hana! Tá søgdu høvdingarnir við kongin: Hesin maður má týna lívið, tí at hann tekur áræðið bæði frá teimum hermonnum, ið eftir eru her í borgini, og frá øllum fólkinum við at tala soleiðis til teirra; tí at hesin maður vil hesum fólki einki gott, men einans ilt! Zidkia kongur svaraði: Sí, hann er í tykkara valdi! Tí at kongur megnaði einki ímóti teimum. Tá tóku teir Jeremia og koyrdu hann niður í brunnin hjá Malkia kongssyni, sum var í varðgarðinum; teir lótu hann síga niður í bondum; í brunninum var einki vatn, einans runa; og Jeremia søkk niður í rununa. Blámaðurin Ebed-Melek, sum var hirðmaður í kongsins høll, frætti tessámillum, at teir høvdu blakað Jeremia niður í brunnin; og meðan kongur sat í Benjamins liði, fór Ebed-Melek út úr kongshøllini og talaði so við kong: Kongur, harri mín! Illverk hava hesir menn gjørt móti Jeremia profeti við at tveita hann niður í brunnin og lata hann doyggja í hungri; tí at breyð er einki eftir í borgini. Tá beyð kongur Ebed-Meleki Blámanni og segði: Tak hiðan tríati mans við tær og fá Jeremia profet upp úr brunninum, áður enn hann doyr. Ebed-Melek tók menninar við sær og fór heim í kongshøllina inn undir fæhirðsluna og tók haðan spjarrar og skeytar av gomlum pløggum og læt síga tað í bondum niður í brunnin til Jeremia, og hann rópaði niður til Jeremia: Legg spjarrarnar undir hendurnar um bandið! Jeremia so gjørdi. Síðan drógu teir hann við bondunum upp úr brunninum; og Jeremia sat nú aftur í varðgarðinum. Men Zidkia kongur sendi ørindreka at biðja Jeremia profet møta sær við hirðmanna inngongd í húsi Harrans. Og kongur segði við Jeremia: Eg fari at spyrja teg eitt, men loyn einki fyri mær. Jeremia svaraði Zidkia: Um eg sigi tær tað, manst tú tá ikki fara at drepa meg? Og um eg leggi tær einihvørji ráð, manst tú ikki lurta eftir mær. Tá tilsvór Zidkia kongur loyniliga Jeremia og mælti: So satt sum Harrin livir, ið skapað hevur sálina í okkum, skal eg ikki drepa teg og ikki geva teg upp í hendurnar á hesum monnum, sum royna eftir lívi tínum. Síðan segði Jeremia við Zidkia: So sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels: Gevur tú teg høvdingum Bábelkongs í vald, tá skalt tú bjarga lívinum; og henda borgin skal ikki verða uppbrend, og tú og húsfólk títt skulu halda lívi. Men gevur tú teg ikki teimum í vald, tá skal henda borgin verða givin upp í hendur Kaldea; teir skulu brenna hana upp, og tú skalt ikki verða bjargaður úr hondum teirra. Tá segði Zidkia kongur við Jeremia: Eg ræðist teir Júdear, sum rýmdir eru yvir til Kaldear, at Kaldear skulu geva meg upp í hendur teirra, so at eg av teimum verði hildin fyri spott. Men Jeremia svaraði: Tú verður ikki givin upp í hendur teirra; lýð tú bert boði Harrans, ið eg tali til tín, tá man vita tær væl við, og tú skalt lívi halda. Men hevur tú teg undan at geva teg upp, tá hoyr, hvat Harrin hevur birt mær: Sí, allar konur, sum eftir vóru í Júdakongsins høll, vórðu leiddar út til høvdinga Bábelkongs, meðan tær sungu: Vinmenn tínir hava teg tølað og verið tær yvirmentir; teir leiddu fót tín út í díkið og fóru síðan frá tær! Allar konur tínar og øll børn tíni skulu verða førd út til Kaldear, og tú sjálvur skalt ikki komast undan teimum, men verða fangaður av Bábelkongi; og henda borgin skal verða uppbrend. Tá segði Zidkia við Jeremia: Eingin má fáa fregn um hesa samrøðu; annars verður tað deyði tín! Og um høvdingarnir frætta, at eg havi talað við teg, og teir koma til tín og siga: Sig okkum, hvat kongur talaði um við teg; loyn einki fyri okkum, tí at annars drepa vit teg! Tá skalt tú svara teimum: Eg bønaði kong at sýna náði og ikki senda meg aftur í húsið hjá Jónatani til at doyggja har. Og tá ið allir høvdingarnir komu til Jeremia og spurdu hann, svaraði hann teimum í øllum beint so, sum kongur hevði boðið honum. Tá lótu teir hann hava frið; tí at eingin fekk nakað at vita. Jeremia varð nú sitandi í varðgarðinum, til Jerúsalem var vunnin.
Men tá ið Jerúsalem var vunnin á níggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs í tíggjunda mánaðinum – tá kom Nebukadnezar Bábelkongur við øllum heri sínum til Jerúsalem og kringsetti hana. Og á ellivta ríkisári Zidkia, á níggjunda degi hins fjórða mánaðar varð skarð brotið inn í borgina –. Tá komu allir høvdingar Bábelkongs og settust í miðliðið: Hirðstjóri Nebusjazban, yvirfrøðimaðurin Nergal-Sarezer og allir hinir høvdingar Bábelkongs. Men tá ið Zidkia kongur og allir hermenninir sóu teir, flýddu teir og fóru um náttina út úr borgini fram við kongsgarðinum og gjøgnum liðið millum báðar borgargarðarnar og hildu leiðini móti Árábaslættanum. Men herur Kaldea helt aftan á teir; á Jerikoslættanum fingu teir Zidkia aftur; og teir tóku hann og fluttu hann til Ribla í Hámats landi, til Nebukadnezars Bábelkongs, og hann feldi dóm yvir hann. Í Ribla læt Bábelkongur synir Zidkia drepa fyri eygum hans, og somuleiðis læt Bábelkongur drepa allar tignarmenn Júda; og Zidkia blindaði hann og læt hann leggja í fjøtur av kopari til tess at føra hann til Bábelborgar. Og kongshøllina og hús fólksins brendu Kaldear upp og brutu niður borgargarðar Jerúsalems. Men tað, sum eftir var av fólki í borgini, og teir, sum rýmdir vóru yvir til hansara, og allar teir smiðirnar, ið eftir vóru, herleiddi Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, til Bábelborgar. Einans nakað av almúgufólki, sum einki átti, læt Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, vera eftir í Júdalandi og gav teimum samstundis víngarðar og akurlendi. Men viðvíkjandi Jeremia gav Nebukadnezar Bábelkongur Nebuzarádani, lívvarðarhøvdinga, hesi boð: Tak hann, síggj honum til góða og ger honum einki ilt; men far við honum, eins og hann sjálvur sigur tær. Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, Nebusjazban, hirðstjóri, og Nergal-Sarezer yvirfrøðimaður og allir yvirmenn hjá Bábelkongi sendu nú menn at flyta Jeremia út úr varðgarðinum og lata Gedalja Áhikamsson Sjáfanssonar fáa hann undir hond til tess at føra hann heim og lata hann búgva í miðjum fólkinum. Men meðan Jeremia sat fastur í varðgarðinum, var orð Harrans komið til hansara soljóðandi: Far og sig við Ebed-Melek Blámann: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, nú lati eg orð míni um hesa borg sannast ikki til gævu, men til ógævu; fyri eygum tínum skulu tey ganga út á tí degi. Men á tí degi skal eg bjarga tær, og tú skalt ikki verða givin upp í hendur teirra manna, sum tú óttast, sigur Harrin; heldur man eg lata teg komast undan; fyri svørði skalt tú ikki falla, og tú skalt ljóta lív títt eins og herfong, fyri at tú setti álit títt til mín, sigur Harrin.
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, eftir at Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði givið hann leysan í Ráma og sent boð eftir honum, meðan hann enn var bundin við fjøtrum millum allar teir úr Jerúsalem og Júda, sum vóru á veg til Bábelborgar, og lívvarðarhøvdingin læt Jeremia koma til sín og segði við hann: Harrin, Guð tín, hótti henda staðin við ógævu. Nú er tað gingið út; nú hevur Harrin framt tað, sum hann hótti við; av tí, at tit syndaðu móti Harranum og ikki lýddu rødd hans, er hetta nú komið oman yvir tykkum. Sí, nú vil eg í dag loysa fjøtrini av hondum tínum; um tær hóvar at koma við mær til Bábelborgar, tá kom. Eg skal síggja tær til góða. Men hóvar tær ikki at koma við mær, so ver tú eftir; sí, alt landið liggur opið fyri tær; hagar, ið tær tykir gott og rætt at fara, mást tú fara. Men tá ið Jeremia dró á at venda aftur, segði hann: Far tú tá til Gedalja Áhikamssonar, Sjáfanssonar, sum Bábelkongur hevur sett at ráða fyri Júdaborgum, og ver hjá honum í miðjum fólkinum; annars er tær loyvt at fara hagar, sum tú sjálvur vilt. Síðan gav lívvarðarhøvdingin honum ferðarvistir og gávur og læt hann fara. Jeremia kom tá til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa og varð verandi hjá honum í miðjum fólkinum, sum eftir var í landinum. Men tá ið allir herhøvdingarnir, sum vóru úti um landið, og menn teirra frættu, at Bábelkongur hevði skipað Gedalja Áhikamsson landsstjóra og sett hann til at hava umsjón við monnum og konum, børnum og tí almúgufólki, sum ikki var herleitt til Bábelborgar, tá komu teir til Gedalja í Mizpa, Jisjmael Netanjason, Jóhanan Káreason, Seraja Tanhumetsson, synir Efai Netofatita og Jezanja, sonur Máakatitans við monnum sínum. Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar legði teimum og monnum teirra dýran við og segði: Óttist ikki at vera Kaldeum lýdnir; verðið búgvandi í landinum og tænið Bábelkongi; tá skal vita tykkum væl við. Sí, eg verði búgvandi her í Mizpa til at taka ímóti teimum Kaldeum, ið koma higar til okkara; men savnið tit upptøku tykkara av víni, aldini og olju, latið tað upp í ílát og verðið búgvandi í borgum teimum, ið tit hava ognað tykkum. Og tá ið somuleiðis allir Júdear í Móab, hjá Ammonitum og í Edóm og í øllum hinum londunum frættu, at Bábelkongur hevði latið nakað av fólki vera eftir í Júdalandi, og at hann hevði sett Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar yvir teir, tá vendu teir allir aftur av øllum teimum støðum, hagar teir vóru riknir burtur, og komu til Júdalands til Gedalja í Mizpa og tóku at draga saman almikla upptøku av víni og aldini. Men Jóhanan Káreason og allir hinir herhøvdingarnir, sum vóru úti um landið, komu til Mizpa á fund við Gedalja og søgdu við hann: Veitst tú av, at Báalis Ammonitakongur hevur sent Jisjmael Netanjason til tess at ráða tær bana? Men Gedalja Áhikamsson vildi ikki trúgva teimum. Tá mælti Jóhanan Káreason loyniliga við Gedalja í Mizpa: Loyv mær at fara og drepa Jisjmael Netanjason; eingin skal fáa fregn av tí; hví skal hann ráða tær bana, so at allir Júdear, ið fylkt seg hava um teg, verða sundraðir; og leivdir Júda farast? Men Gedalja Áhikamsson svaraði Jóhanani Káreasyni: Hatta mást tú ikki gera; tí at tú leggur Jisjmael undir lygn.
Men á sjeynda mánaði kom Jisjmael Netanjason, Elisjámasonar, ið var av kongsættini og ein av høvuðsmonnunum, saman við tíggju monnum til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa; og teir settust til borðs har í Mizpa við honum. Jisjmael Netanjason og teir tíggju menninir, sum við honum vóru, lupu tá á føtur og vógu Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar, við svørði og drópu soleiðis tann mann, sum Bábelkongur hevði sett at ráða fyri landinum; somuleiðis jarðlegði Jisjmael allar teir Júdear, ið har vóru saman við Gedalja í Mizpa og teir Kaldear, sum har funnust og allar hermenninar. Men annan dagin eftir, at Gedalja var deyður, og áður enn nakar hevði fingið frænir av tí, tá komu úr Sikem og Sjilo og úr Sámáriu áttati menn við avskornum skeggi, skræddum klæðum og við skeinum á likamunum. Teir høvdu við sær grónoffur og roykilsi til tess at bera tað fram í húsi Harrans. Jisjmael Netanjason fór tá ímóti teimum út úr Mizpa; hann gekk grátandi allan vegin; og tá ið hann kom til teirra, mælti hann við teir: Komið inn til Gedalja Áhikamssonar! Men so skjótt sum teir vóru komnir inn í borgina, drap hann og menn hans teir, og teir tveittu teir niður í brunnin. Men teirra millum vóru tíggju menn, ið søgdu við Jisjmael: Drep okkum ikki, tí vit hava úti á markini fjaldar goymslur við hveiti og byggi, olju og hunangi. Tá tók hann seg aftur og drap teir ikki saman við hinum. Men brunnurin, sum Jisjmael tveitti øll líkini í av teimum monnum, ið hann hevði dripið, var hin stóri brunnurin, sum Ása kongur hevði gjørt til varnar móti Básja, Ísraels kongi; hann fylti Jisjmael Netanjason við vignum monnum. Síðan flutti Jisjmael burtur ta leivd av fólki, sum eftir var í Mizpa: Kongsdøturnar og alt fólkið, sum eftir var í Mizpa, sum Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði sett Gedalja Áhikamsson yvir; tey flutti Jisjmael Netanjason burtur og helt síðan leið sína til Ammonita. Men tá ið Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir frættu um tað illverk, ið Jisjmael Netanjason hevði int, tóku teir við sær allar menn sínar og hildu avstað til tess at berjast við Jisjmael Netanjason; við Tjørnina miklu í Gibeon komu teir fram á hann. Men tá ið alt fólkið, sum var við Jisjmaeli, bar eyga við Jóhanan Káreason og allar herhøvdingarnar, ið við honum vóru, tá fegnaðust tey; og alt fólkið, sum Jisjmael hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, snúðist við og bant felag við Jóhanan Káreason. Men Jisjmael Netanjason komst undan Jóhanani saman við átta monnum og fór til Ammonita. Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir, ið við honum vóru, tóku tá alt tað, sum eftir var av tí fólki, sum Jisjmael Netanjason hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, eftir at hann hevði dripið Gedalja Áhikamsson, bæði hetjurnar og hermenninar, konurnar og børnini og hirðmenninar, sum teir høvdu við sær aftur úr Gibeon; og teir løgdu avstað; men í Gerut-Kimham nærindis Betlehem steðgaðu teir á til tess haðan at halda ferðini áfram til Egyptalands undan Kaldeum, tí at teir bóru ótta fyri teimum, av tí at Jisjmael Netanjason hevði dripið Gedalja Áhikamsson, ið Bábelkongur hevði sett yvir landið.
Síðan komu allir herhøvdingarnir og Jóhanan Káreason og Ázarja Máasejason, alt fólkið, bæði ung og gomul, og søgdu við Jeremia profet: Hoyr okkara eyðmjúku bøn og bið til Harrans, Guðs tíns, fyri øllum hesum leivdum; tí at sum tú sjálvur sært á okkum, eru vit bert fá eftir av mongum; mátti Harrin, Guð tín, gjørt okkum kunnan tann veg, vit skulu fara, og tað, sum vit eiga at gera! Jeremia profetur svaraði teimum: Ja, eg skal biðja til Harrans, Guðs tykkara, eins og tit mæla til, og alt tað, sum hann svarar, skal eg kunngera tykkum; einki skal eg dylja fyri tykkum. Teir søgdu tá við Jeremia: Harrin skal vera satt og álítandi vitni móti okkum, um vit ikki fara eftir øllum teimum orðum, ið Harrin, Guð tín, sendir teg við til okkara! Veri tað ringt ella gott, rødd Harrans, Guðs várs, hans, ið vit nú senda teg til, vilja vit kortini lýða til tess, at okkum má vignast væl, tá ið vit lýða rødd Harrans, Guðs várs! Tá ið tíggju dagar vóru umlidnir, kom orð Harrans til Jeremia. Tá kallaði hann saman Jóhanan Káreason, allar herhøvdingarnar, sum við honum vóru, og alt fólkið, bæði ung og gomul, og segði við teir: So sigur Harrin, Guð Ísraels, sum tit sendu meg til, at bøn tykkara mátti koma fram fyri ásjón hans: Verða tit verandi her í landinum, tá vil eg byggja tykkum upp og ikki bróta niður; eg vil gróðurseta tykkum og ikki slíta upp, tí at meg iðrar tað illa, sum eg havi gjørt tykkum. Óttist ikki Bábelkong, sum tit ganga so ræddir fyri; óttist hann ikki, sigur Harrin, tí at eg eri við tykkum til tess at hjálpa tykkum og frelsa tykkum undan valdi hans. Eg skal í miskunn míni laga tað soleiðis, at hann várkunnar tykkum og letur tykkum verða búgvandi á jørð tykkara. Men vilja tit ikki lýða rødd Harrans, Guðs tykkara, við tað at tit siga: Vit vilja ikki búgva í hesum landi! Nei, latum okkum fara til Egyptalands, tí at har síggja vit ongar bardagar, hoyra ongar lúðrar ljóða og kenna ongan sakn av breyði; har vilja vit setast niður, – tá hoyrið nú orð Harrans til Júda leivdir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Er tað vissa ætlan tykkara at fara til Egyptalands og komast hagar til tess at búgva har í útisetri, tá skal svørðið, sum tit nú óttast, fáa tykkum aftur í Egyptalandi, og hungurin, sum tit nú nøtra fyri, skal elta tykkum til Egyptalands; og har skulu tit doyggja; allir teir menn, sum hugsa um at fara til Egyptalands og liva har í útisetri, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt, og eingin teirra sleppa til rýmingar ella komast undan teirri ógævu, sum eg leiði yvir teir. Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Eins og ilska mín og vreiði var útoyst yvir Jerúsalembúgvar, soleiðis skal vreiði mín verða oyst út yvir tykkum, tá ið tit fara til Egyptalands; tit skulu verða til bølbiðingarorð og til ræðslu, til bølbøn og til háð og ikki síggja henda staðin aftur. Hetta er orð Harrans til tykkara, tit Júda leivdir: Farið ikki til Egyptalands! Vita skulu tit, at eg nú havi varað tykkum við. Tit gera illa móti tykkum sjálvum við at senda meg til Harrans, Guðs tykkara, og siga: Bið fyri okkum til Harrans, Guðs várs, og kunnger okkum alt tað, sum Harrin, Guð vár, sigur tær, so at vit mega gera eftir tí – og kortini lýða tit ikki rødd Harrans, Guðs tykkara, og gera einki av øllum tí, sum hann hevur sent meg við til tykkara. Tí skulu tit nú vita, at tit munnu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt á tí staði, hagar tit tráa eftir at koma til tess at búgva har í útisetri.
Men tá ið Jeremia hevði lokið at tala til alt fólkið øll tey orð, sum Harrin, Guð teirra, hevði sent hann við til teirra – øll hesi orð, tá mæltu Ázarja Máasejason og Jóhanan Káreason og allir hinir hástóru menninir við Jeremia: Tú lýgur! Harrin, Guð vár, hevur ikki sent teg til at bjóða okkum ikki at fara til Egyptalands og búgva har í útisetri. Nei, tað er Báruk Neriason, ið hevur eggjað teg upp ímóti okkum til tess at geva okkum upp í hendur Kaldea, at teir skulu drepa okkum ella herleiða okkum til Bábelborgar. Og Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir og alt fólkið vildu ikki lýða boði Harrans um at verða búgvandi í Júdalandi. Men Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir tóku tær Júda leivdir, ið heim aftur vóru komnar til tess at setast niður í Júdalandi, bæði menninar og konurnar og børnini, kongsdøturnar og øll tey, sum Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði latið vera eftir hjá Gedalja Áhikamssyni, Sjáfanssonar, somuleiðis Jeremia profet og Báruk Neriason, og hildu til Egyptalands; tí at teir lýddu ikki rødd Harrans; og teir komu til Takpankes. Men orð Harrans kom til Jeremia í Takpankes soljóðandi: Tak tær nakrar stórar steinar og grav teir niður í tigulsteinstúnið fyri durunum á høll Fáraos í Takpankes í hjástøðu Júdeanna og sig við teir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg sendi boð eftir Nebukadnezari Bábelkongi, tænara mínum, og lati hann reisa hásæti sítt yvir hesum steinum, ið tú hevur grivið niður; og hann skal breiða út yvir teimum sín hásætisdúk. Og hann skal koma og vinna av Egyptalandi og geva deyðanum tann, sum deyðanum er ætlaður, og herleiðingini tann, sum herleiðing er ætlaður, og svørðinum tann, sum svørði er ætlaður. Hann skal seta eld á gudahov Egyptalands og brenna tey upp og flyta burtur gudar teirra sum herfong; og hann skal vevja um seg Egyptaland, eins og hirðin vevur skikkju sína um seg, og síðan fara haðan í øllum góðum. Og hann skal sorla steinsúlurnar í Bet-Sjemesj og brenna gudahov Egyptalands upp.
Orðið, sum kom til Jeremia um allar Júdear, sum búðu í Egyptalandi, í Migdol, Takpankes, Nóf og Pátros, soljóðandi: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tit hava sjálvir sæð alla ta ógævu, sum eg leiddi yvir Jerúsalem og allar Júda borgir; sí, nú liggja tær avtoftaðar, og eingin býr í teimum, aftur fyri at tær við illgerðum sínum reittu meg, við tað at teir fóru og kyndu offureld til tess at tæna øðrum gudum, sum hvørki teir ella fedrar teirra høvdu kent. Og eg sendi til teirra bæði árla og síðla profetarnar, tænarar mínar, til tess at siga við teir: Fremjið ikki hesar andstygdir, sum eg hati! Men teir lýddu ikki og løgdu ikki oyru síni við til tess at víkja frá vándsku síni og lætta av at kynda offureldar fyri øðrum gudum. Tí varð vreiði mín útoyst, og tí brann bræði mín í Júda borgum og Jerúsalems gøtum, so at tær eru vorðnar at toftum og rustum, sum nú gongur sjón fyri søgn. Og nú sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels: Hví elva tit sjálvum tykkum ta miklu ógævu at avoyða fyri tykkum bæði menn og konur, leikbørn og bróstabørn úr Júda, so at einki verður eftir av tykkum, við tað at tit reita meg við handaverkum tykkara og kynda øðrum gudum offureld í Egyptalandi, hagar sum tit eru komnir at búgva í útisetri, so at tit beina fyri tykkum sjálvum og verða til bølbiðingarorð og spott millum allar tjóðir jarðar? Hava tit gloymt tær illgerðir, sum fedrar tykkara og Júdakongar, høvdingar og konur tykkara framdu í Júdalandi og á Jerúsalems gøtum? Ikki hava teir eyðmýkt seg enn, og ikki hava teir óttast meg ella farið eftir lóg míni og teimum fyriskipanum, ið eg legði fyri tykkum og fedrar tykkara. Tí sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg snúgvi andliti mínum móti tykkum til ógævu og tað til tess at avoyða allan Júda. Og eg rívi burtur Júda leivdir, sum sett hava í seg at fara til Egyptalands til at búgva har í útisetri; allir skulu teir farast í Egyptalandi, falla fyri svørði og hungri og farast bæði ung og gomul; ja, fyri svørði og hungri skulu teir doyggja og verða til bølbiðingarorð og ræðslu, til bølbøn og spott. Og eg skal heimsøkja teir, sum búgva í Egyptalandi, á sama hátt sum eg heimsøkti Jerúsalem við svørði, hungri og drepsótt. Og av Júda leivdum, teimum, ið komu til Egyptalands at búgva har í útisetri, skal eingin verða bjargaður ella komast undan, so at hann kann venda aftur til Júdalands, ið teimum langtar at koma aftur til og búsetast í; nei, einans nøkur fá, sum komast undan, skulu koma heim aftur. Men allir menninir, ið væl vistu, at konur teirra kyndu øðrum gudum offureld, og allar konurnar, sum stóðu har í miklum flokki, og alt fólkið, sum búði í Egyptalandi, í Pátros, svaraði Jeremia: Hasum, sum tú í navni Harrans hevur talað til okkara, vilja vit ikki lurta eftir; nei, heldur vilja vit halda tey heiti, sum vit hava gjørt um at kynda offureld fyri himnadrotningini og ofra henni droypioffur, eins og vit sjálvir og fedrar okkara, kongar og høvdingar okkara gjørdu í Júda borgum og í Jerúsalems gøtum; tá høvdu vit nøgdir av mati; okkum vignaðist alt væl, og eingin ógæva kom yvir okkum. Men síðan vit lættu av at kynda himnadrotningini offureld og bera henni droypioffur, hevur alt trotið hjá okkum, og vit hava farist fyri svørði og hungri. Og tá ið vit kynda himnadrotningini offureld og bera henni droypioffur, munnu tá menn okkara ikki vita av, at vit gera henni offurkøkur í hennara líki og hella út droypioffur fyri henni? Tá gav Jeremia øllum fólkinum, monnunum og konunum og øllum fólkinum, sum hevði mótmælt honum, hetta svar: Man ikki Harrin hava givið sær far um teir offureldar, sum tit kyndu í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum, bæði tit og fedrar tykkara, kongar og høvdingar tykkara og øll almúga landsins? Munnu teir ikki vera komnir honum í huga? Harrin kundi ikki longur tola teirra vándu gerðir og tær andstygdir, sum teir intu; tí er land tykkara vorðið at reyni og ræðslu og bølbiðingarorði, sum nú gongur sjón fyri søgn. Fyri at tit kyndu offureldar og syndaðu móti Harranum og ikki lýddu rødd Harrans ella fóru eftir lóg hans, fyriskipanum og vitnisburðum hans, tessvegna hevur henda ógævan verið tykkum fyri, sum varir enn í dag. Og Jeremia segði við alt fólkið og allar konurnar: Hoyrið orð Harrans, allir tit Júdamenn, sum í Egyptalandi eru: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tit og konur tykkara hava talað við munni tykkara og framt tað við hondum tykkara; tit søgdu: Vit vilja halda tey heiti, sum vit hava gjørt, at kynda himnadrotningini offureld og hella henni út droypioffur. So haldið tá heiti tykkara og evnið tey! Hoyrið tí orð Harrans, allir tit Júdamenn, sum búgva í Egyptalandi: Sí, eg svørji við mikla navn mítt, sigur Harrin: Ongantíð skal nakar maður úr Júda taka navn mítt aftur upp á tunguna í øllum Egyptalandi og siga: So satt sum Harrin drottin livir! Sí, eg vaki yvir teimum til tess at elva teimum ilt og einki gott; allir Júdamenn, sum í Egyptalandi eru, skulu farast fyri svørði og hungri, til eingin teirra er eftir. Einans nøkur fá, sum komast undan svørðinum, skulu koma heim aftur úr Egyptalandi til Júdalands; og allar Júda leivdir, ið komu til Egyptalands at búgva har í útisetri, skulu sanna, hvørs orð ganga út, míni ella teirra! Og havið hetta sum tekin um, sigur Harrin, at eg vil revsa tykkum á hesum staði, so at tit sanna, at tann ógæva, sum eg havi talað um, skal verða tykkum fyri: So sigur Harrin: Sí, eg gevi Fárao Hofra, Egyptalands kong, upp í hendur fígginda hans og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi hans, eins og eg gav Zidkia, Júdakong, upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, ið var fíggindi við hann og royndi eftir lívi hans.
Orðið, sum Jeremia profetur talaði til Báruks Neriasonar, tá ið hann skrivaði upp í bókina øll hesi orðini av munni Jeremia á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels, um teg, Báruk: Av tí at Báruk sigur: Vei mær, tí at harm hevur Harrin lagt aftur at kvøl míni. Eg eri móður av at stynja, og hvíld finni eg onga! Tí skalt tú siga við hann: So sigur Harrin: Sí, tað, sum eg havi bygt, bróti eg niður, og tað, sum eg havi sett niður, slíti eg upp; soleiðis skal fara øllum á fold. Og tó tráar tú eftir miklum lutum, men tað skalt tú ikki; tí at eg leiði ógævu yvir hold, sigur Harrin; men tær gevi eg lív títt eins og herfong allar staðir, hvar tú so kemur.
Orð Harrans, ið kom til Jeremia um tjóðirnar. Um Egyptaland, viðvíkjandi herinum hjá Fárao Neko, Egyptalands kongi, sum stóð við ánna Eufrat í Karkemisj, og sum Nebukadnezar Bábelkongur vann sigur av á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs: Búgvið til skjøld og verju og gangið fram til orrustu. Setið rossini fyri, setist upp á gangararnar og fylkist undir hjálmum, brýnið spjótini og farið í herklæðini! Hví eru teir fyri ongum av ræðslu og hopa undan? Kappar teirra lúta; teir flýggja yvir háls og herðar uttan at hyggja aftur um seg; ræðslur alt íkring, sigur Harrin. Hin fótfimi firrar ikki lívinum, og kapparnir komast ikki undan; norðuri við Eufratánna snáva teir og falla. Hvør er hasin, ið hevjar seg eins og Nílá, aldur hennara koma ymjandi eins og streymar? Tað er Egyptaland, ið hevjar seg eins og Nílá, og aldur tess koma ymjandi eins og streymar; tað hugsaði: Eg skal hevja meg og hylja alla jørðina og oyða øll, sum á henni búgva! Setið øðiliga ferð á hestar og vagnar, latið hetjurnar toka fram, Blámenn og Putmenn, ið bera skjøld, og Luditar, ið spenna boga! Hetta er dagur drottins, Harra herliðanna, hevndardagurin, tá ið hann hevnir seg inn á fíggindar sínar. Ja, nú skal svørðið eta seg mett og drekka seg fult av blóði teirra; tí at nú heldur Harrin, drottin herliðanna, offurslátran í norðursins landi við Eufratánna. Far niðan í Gilead eftir balsami, tú ungmoyggin, Egyptalands dóttir! Til einkis nýtir tú nógvan heilivág; sár tíni batna ikki aftur. Tjóðirnar hoyra neyðarróp tíni, venan tín fyllir upp jørðina; tí at kappi snávar um kappa, saman falla teir báðir. Orðið, sum Harrin talaði til Jeremia profet, um at Nebukadnezar Bábelkongur skuldi koma og vinna sigur av Egyptalandi: Kunngerið tað í Egyptalandi, latið tað spyrjast í Migdol, ja, latið tað spyrjast í Nóf og Takpankes, sigið: Gakk fram og búgv teg út til víggja; tí at svørðið oyðir kring um teg! Hví er Ápis, tarvur tín, flýddur? Hann kundi ikki standast, av tí at Harrin rak hann burtur. Tín tjóðblandaði herur snávar og fellur; teir siga hvør við annan: Á føtur! Latum okkum snúgva heim aftur til fólks og føðilands várs undan tí oyðandi svørði! Nevnið Fárao, Egyptalands kong: Hámikilleikin, hann letur ta lagaligu stundina fara frá sær! So satt sum eg livi, sigur kongurin, hvørs navn er Harri herliðanna: Líkur Tábor fjallanna millum og líkur Karmel við havið man hann koma! Búgv teg til burturferðar, tú dóttir Egyptalands, ið har býrt; tí at Nóf skal verða avoydd og liggja mannaoydd í øsku. Avbæra vøkur kvíga var Egyptaland; men eiturfluga ein úr norðurlandi ráddist á hana. Sjálvt hinir leigaðu hermenninir, ið eru eins og gøðingarkálvar, venda við og flýggja allir samlir; teir kunnu ikki standast, tí glatunardagur teirra er komin yvir teir, revsingartími teirra. Rødd tess er eins og á hvæsandi ormi; við herliði toka teir fram og ráðast á tað við øksum eins og viðahøggarar. Teir høgga niður skóg tess, sigur Harrin; tí at ikki er farandi gjøgnum hann; teir eru fleiri enn ongspretturnar; ikki fæst tal á teimum. Til skammar verður Egyptalands dóttir, verður givin upp í hendur á norðurlandsins fólki. So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg skal koma yvir Ámon í Nó og yvir Fárao og Egyptaland við gudum og kongum sínum, yvir Fárao og øll, sum troysta á hann. Og eg gevi teir upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra, og upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs og upp í hendur tænara hans; men eftir tað skal landið bygt verða sum í forðum, sigur Harrin. Óttast tí ikki, tænari mín Jákup og Ísrael, lat ikki hugin bila tær; tí at eg skal bjarga tær úr fjarlegdini og avkomi tínum úr herleiðingarlandinum; Jákup skal koma heim aftur og búgva í friði og náðum og eingin órógva hann. Óttast ikki, tænari mín, Jákup, sigur Harrin, tí at eg eri við tær; tí at eg vil avoyða allar tjóðirnar, har sum eg havi spjatt tykkum um; men teg vil eg ikki avoyða; eg vil revsa teg hóvliga, tó ikki sleppa tær med alla undan revsing.
Orðið, sum kom til Jeremia profet um Filistar, áður enn Fárao hevði vunnið Gaza: So sigur Harrin: Sí, vøtn koma fossandi norðaneftir og verða at á, ið fløðir yvir og skolar yvir landið og alt, sum í tí er, yvir borgir og íbúgvar teirra, so at menn hevja neyðarróp, og allir íbúgvar landsins vena seg. So gellur í hógvum hesta hans, og so er dunið frá vagnum og glintanin av hjólum teirra, so at fedrar ikki tora at venda aftur eftir børnum sínum, av tí at hendur teirra eru máttleysar – nú, ið dagurin er komin til at avoyða allar Filistar og beina fyri hvørjum hjálparmanni, sum Týrus og Zidon hava eftir; tí at Harrin avoyðir Filistar, tað sum eftir er av Kaftors oyggjarskeggjum. Gaza er vorðin berskøllut, Asjkalon løgd í oyði; tú leivd av Ánakitum, hvussu leingi vilt tú skeina hold títt? Á, svørð Harrans, hvussu leingi vilt tú leika í? Far aftur í slíðrar tínar, stilla teg og bint frið! Hvussu kann tað binda frið, tá ið Harrin hevur búgvið tí út ímóti Asjkalon og havsins strond, hagar sum hann letur tað fara?
Um Móab. So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Vei Nebo, tí at hon er oydd og vorðin til skammar; Kirjatáim er vunnin, háborgin vorðin til skammar, niðurbrotin. Fyri Móab er eingin heilivágur og einki fagnaðarljóð í Hesjbon; teir leggja saman ilskuráð ímóti honum: Komið, latum okkum oyða hann úr tjóðanna tali! Eisini tú, Madmen, skal verða oydd; í hølum tínum skal svørðið vera. Neyðarróp hoyrast úr Hóronáim: Oyðing og øgiligt sor! Móab er sorlaður; neyðarróp teirra ljóða alt til Zóar. Ja, grátandi koma teir niðan Luhits fjallabrekku; ja, á vegnum oman ímóti Hóronáim hoyra teir neyðarróp. Flýggið, firrið lívi tykkara og verið eins og baraldur í oyðimørkini! Ja, av tí at tú leitst á virki tíni og ognir tínar, skalt eisini tú verða hertikin. Kemosj skal fara í útlegd og saman við honum allir prestar og høvdingar hans. Yvir hvørja borg kemur oyðarin; eingin borg sleppur undan; dalurin ferst, og slættlendið verður oyðilagt, eins og Harrin hevur sagt. Fáið Móabi veingir, til tess at hann kann fljúgva undir burturferð síni; borgir hans skulu verða avoyddar og eingin búgva í teimum. Bølbiðin verði tann, sum er seinur at inna verk Harrans; bølbiðin verði tann, sum sýtir svørði sínum blóð! Móab hevur livað í friði frá ungdóminum av og ligið í náðum á berskaka sínum; hevur ikki verið stoyttur úr einum íláti í annað og ongantíð verið í útlegd; tí hevur bragdið av honum hildið sær, og roykurin av honum ongantíð verið broyttur. Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg sendi honum tømarar, sum skulu tøma hann; teir skulu stoyta burtur úr ílátum hans og smildra kaggar hans. Móab skal tá fáa skomm av Kemosj, eins og Ísraels hús fekk skomm av Betel, sum teir troystaðu á. Hvussu kunnu tit siga: Vit eru hetjur og orrustugarpar! Móab við øllum borgum sínum skal verða oyddur, og mætastu unglingar hans níga niður til slátranar, sigur kongurin, hvørs navn er Harri herliðanna. Móabs oyðilegging er í hendi, brátt kemur ógæva hans. Eymkið hann, allir tit grannar hans, allir, ið kenna navn hans, sigið: Á, hvussu er brotnaður veldisstavurin, hin dýrmæti sprotin! Stíg niður úr heiðurssætinum og sessast í dustinum, tú Dibons dóttir, sum har býrt; tí at hann, sum oyðir Móab, kemur ímóti tær og sorlar hervirki tíni. Gakk út á vegin og lít teg um, tú, sum í Ároer býrt; spyr tey, sum flýddu, og konurnar, ið komust undan: Hvat hevur borist á? Móab er vorðin til skammar, ja sorlaður. Venið tykkum og rópið av harmi og kunngerið við Arnon, at Móab er oyddur, at dómurin er gingin yvir slættlendið, yvir Hólon, Jáhza, Mefáat, Dibon, Nebo, Bet-Diblatáim, Kirjatáim, Bet-Gamul, Bet-Meon, Kerijot, Bozra og allar borgir í Móabs landi nærindis og langt burtur. Støkt er hornið av Móabi, og armur hans brotin, sigur Harrin. Drekkið hann fullan; tí at hann hevur brett sær upp ímóti Harranum; í síni egnu spýggju skal Móab detta; eisini hann skal verða til spott. Var ikki Ísrael látursevni hjá tær? Ella var hann kanska tikin sum tjóvur, at tú soleiðis øtast hvørja ferð, tú talar um hann? Rýmið úr borgunum, Móabs íbúgvar, og búgvið í bjørgunum; verið eins og dúgvan, sum byggir reiður uttast í upsini! Vit hava hoyrt um dramblæti Móabs, um hans mikla hugmóð og stoltleika, um drambsemi hans og hástóra hjarta. Ja, eg kenni nasadirvi hans, sigur Harrin, hans tóma orðageip og fánýtu gerðir! Tí má eg eymka Móab, vena meg yvir allan Móab; yvir menninar í Kir-Heres má eg stynja. Jázers grát havi eg grátið yvir teg, tú vínviður Sibma; tínar vínberjagreinar toygdu seg yvir havið, rukku til Jázers; oyðarin hevur oytt tín summargróður og vínberjaúrtøku tína. Gleði og fagnaður er horvin úr aldingørðunum og úr Móabs landi; vínið lati eg tvørra í vínfargunum; eingin treður vínberini. Hesjbon og Eleale vena seg, tað hoyrist til Jáhaz; Hóronáim og Eglat-Sjelisjia vena seg; á, at reyni verða Nimrims vøtn! Eg oyði úr Móab, sigur Harrin, hvønn tann, sum fer niðan á heyggj og kyndir offureld fyri gudi sínum. Tí eymkar mítt hjarta seg yvir Móab eins og ljóðpípa og somuleiðis yvir menninar úr Kir-Heres; tí at alt, sum teir høvdu drigið saman, hava teir mist. Tí at hvørt høvur er berskøllut; hvørt skegg rakað av; á øllum hondum eru skeinur og sekkur um allar lendar. Á øllum tekjum og torgum Móabs hoyrist ikki annað enn sorgarljóð; tí at eg havi brotið Móab sundur eins og ker, sum eingin leggur í, sigur Harrin. Á, hvussu Móab er skelkaður! Hygg, hvussu skammfullur hann snýr sær burtur! Ja, øllum gronnum sínum er Móab vorðin til spott og øtan. Tí at so sigur Harrin: Sí, eins og ørn kemur hann fljúgvandi og breiðir veingir sínar út yvir Móab; Kirjat er tikin, vígvirkini fallin; hjartað á Móabs køppum verður á tí degi eins og hjartað á neyðstaddari kvinnu. Móab er farin og verður ikki tjóð aftur; av tí at hann brettir sær upp ímóti Harranum. Ræðslur, grøv og gildra komi yvir teg, sum býrt í Móab, sigur Harrin. Tann, sum flýggjar undan ræðsluni, fellur í grøvina, og tann, sum sleppur upp úr grøvini, kemur fastur í gildruna. Tí at eg lati koma yvir Móab revsingarár teirra, sigur Harrin. Afturi undir Hesjbon standa máttleysir flóttamenn; tí at eldur brýtur út úr Hesjbon, logi úr Sihons høll. Hann oyðir vangan á Móabi og hviril hinna hámiklu manna. Vei tær, Móab! Farist hevur fólk Kemosjar! Tí at herleiddir verða synir tínir og døtur tínar fluttar í útlegd. Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Móabs, sigur Harrin. Her er dómur yvir Móab at enda.
Um Ammonitar. So sigur Harrin: Eigur Ísrael ongar synir, ella hevur hann ongan arvinga? Hví hevur tá Milkom tikið Gád í arv og fólk hans búsett seg í borgum hans? Tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg lati herróp dynja móti Rabba, borg Ammonita, og hon skal verða til grótrúgvu, og døtur hennara brenna upp í eldi; og tá skal Ísrael arva aftur arvingar sínar, sigur Harrin. Vena teg, Hesjbon, tí at oydd er Ai! Eymkið tykkum, Rabba-døtur og gyrðið tykkum sekki, harmið og reikið um innan kvíggjanna; tí at Milkom skal fara í útlegd, prestar hans og høvdingar, hvør við øðrum. Hví erpar tú tær av dølum tínum, tú fráfalna dóttir, ið lítur á ognir tínar og sigur: Hvør skuldi kunnað komið til mín? Sí, eg lati ræðslu koma yvir teg úr øllum ættum, sigur Harri herliðanna; og tit skulu verða sundrað, hvør í sína ættina, og eingin savna aftur teir, sum flýggja. Men at endanum vendi eg lagnu Ammonita, sigur Harrin. Um Edóm. So sigur Harri herliðanna: Er eingin vísdómur meir í Teman? Vita hinir hygnu eingi ráð, ella er vitska teirra fyri ongum? Flýggið burtur og krógvið tykkum djúpt niðri, tit, sum búgva í Dedan, tí at Esavs oyðilegging lati eg koma yvir hann á revsingarstund hans. Ráðast vínberjatínarar á teg, tá leiva teir onga eftirtíning, ella tjóvar koma á nátt, tá oyða teir frá hond. Tí at sjálvur leggi eg Esav beran, avhylji loynistaðir hans, so at hann ikki fær krógvað seg; fyri armi brøðra og granna sína er hann oyddur og er ikki til meira. Faðirloysingar tínar skal eg taka at mær og lata liva; lat einkjur tínar troysta á meg. Tí at so sigur Harrin: Sí, teir, sum ikki áttu at tøma steypið, máttu tøma tað; skalt tú tá sleppa undan? Nei, tú skalt ikki sleppa undan, men tøma tað at botni! Tí at eg svørji við sjálvan meg, sigur Harrin, at Bozra skal verða til øtan og spott, til oyði og bølbønarorð, og allar bygdir hennara liggja sum ævigar toftir. Tíðindi havi eg hoyrt frá Harranum, og boðberi er sendur út millum tjóðanna: Savnist saman! Haldið ímóti honum og búgvist til bardaga! Tí sí, eg geri teg lítlan tjóðanna millum og vanvirdan millum manna. Ræðsla komi yvir teg! Nasadirvi hjarta tíns hevur tølt teg, tú, sum býrt í bergskorum og hølast á høgum knúkum; tó at tú byggir reiður títt hátt uppi eins og ørnin, skal eg stoyta teg oman haðan, sigur Harrin. Edóm skal verða til ræðslu; hvør, sum kemur fram við honum, skal ønskrast og bríksla háðandi at øllum teimum sárum, ið hann hevur fingið. Eins og Sódoma og Gómorra og borgirnar har um leið vórðu kollveltar, soleiðis skal har eingin maður búgva, og einki mansbarn setast niður har. Sí, eins og ljón, ið fer út úr runnaskógi Jórdans niðan á hina sígrønu fløtuna, soleiðis vil eg alt í einum reka hann burtur úr landi mínum. Tí at hvør er mín útvaldi, ið eg vil seta til at valda honum? Tí at hvør er javnlíki mín, og hvør kann stevna mær á ting, og hvør er tann hirði, sum kann standast fyri ásjón míni? Hoyrið tí tey ráð, sum Harrin hevur lagt ímóti Edóm, og tað, sum hann hevur ætlað teimum, sum búgva í Teman: Vissuliga skal alt tað minsta av fylginum verða drigið burtur, vissuliga skulu beitilendi teirra øtast yvir tey. Av duninum frá falli teirra gongur jørðin kyk; neyðarróp teirra hoyrast til Reyðahavsins. Sí, eins og ørnin hann hevjar seg og kemur við útbreiddum veingjum sveimandi yvir Bozra; á tí degi verður hjartað á Edóms hetjum eins og hjartað á konu, sum er í neyð. Um Dámaskus. Borgirnar Hámat og Arpad eru vorðnar til skammar, tí at ring tíðindi hava tær fingið; fullar av ótta eru tær, í órógv eins og havið, sum ongantíð er kyrt. Dámaskus er hugfallin, rikin undan og flýdd; ótti hevur gripið hana, angist og verkir tikið hana eins og konu í barnferð. Vei henni! Tí at oyðin liggur hin heiðraða borg, fagnaðarborgin! Tí at nú falla unglingar hennara á torgunum, og allir hermenninir farast á tí degi, sigur Harrin. Og eg seti eld á Dámaskusar borgargarðar, hann skal oyða hallir Benhádads. Um Kedar og kongaríki Házors, ið Nebukadnezar Bábelkongur vá. So sigur Harrin: Standið upp! Farið ímóti Kedar og herjið á eysturbúgvar! Teir skulu taka tjøld og fenað teirra og flyta burtur tjalddúkar teirra, amboð øll og kamelar teirra og rópa: Ræðsla alt íkring! Flýggið sum skjótast og krógvið tykkum djúpt niðri, tit íbúgvar Házors, sigur Harrin, tí at Nebukadnezar Bábelkongur leggur ráð upp ímóti tykkum og hevur í huga ilskuráð ímóti tykkum. Á føtur! Farið ímóti tjóð, sum býr í friði og náðum, sigur Harrin! Teir hava hvørki lið ella lokur og búgva einsæris. Kamelar teirra skulu verða at ráni og teirra nógvi fenaður at herfongi; og allar teir við jaðarkliptum hári sundri eg fyri allar vindar og lati úr øllum ættum ógævu ráðast á teir, sigur Harrin. Házor skal verða sjákálabøli og til oyði allar ævir; maður skal ongantíð búgva har aftur og einki mansbarn dvølja har. Orð Harrans, ið kom til Jeremia profets um Elam í byrjan ríkisstjórnar Zidkia Júdakongs, soljóðandi: So sigur Harri herliðanna: Sí, eg bróti sundur Elams boga, meginstyrki teirra. Eg loypi hinum fýra vindunum úr himinsins fýra ættum á Elam og spjaði teir fyri øllum hesum vindum; og eingin tjóð skal finnast, sum burturriknir úr Elam ikki leita til. Eg slái Elamitar við ræðslu fyri fíggindum teirra og fyri teimum, ið royna eftir lívi teirra. Og ógævu, brennandi bræði mína, lati eg koma yvir teir, sigur Harrin; svørðið skal verða eftir teimum, til eg havi beint fyri teimum øllum somlum. Eg reisi hásæti mítt í Elam og oyði haðan bæði kong og høvdingar, sigur Harrin. Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Elams, sigur Harrin.
Orðið, sum Harrin talaði um Bábel, um land Kaldea við Jeremia profeti: Kunngerið tað tjóðanna millum, boðið frá tí, setið upp merki og boðið frá tí; dyljið tað ikki og sigið: Vunnin er Bábel, Bel vorðin til skammar; sorlaður er Merodak, gudamyndirnar vorðnar til skammar og skurðgudarnir niðurbrotnir. Tí at tjóð kemur ímóti henni norðaneftir; hon ger land hennara at oyði, so at eingin býr har; bæði fólk og fæ er rýmt burtur. Á teimum døgum og á teirri tíð, sigur Harrin, skulu Ísraelsmenn koma og saman við teimum Júdamenn; grátandi skulu teir ganga og søkja Harran, Guð sín. Eftir vegnum til Zion spyrja teir; hagar horva andlit teirra; teir koma og halda seg aftur at Harranum við ævigum sáttmála, sum ikki skal verða gloymdur. Fólk mítt var eins og vilstur seyður; hirðar teirra høvdu rikið teir av leið, niðan á fjøllini. Av hálsum og aftur á heyggjar reikaðu teir um og gloymdu hvíldarstað sín. Hvør, ið kom fram á teir, át teir upp. Mótstøðumenn teirra søgdu: Vit hava einki gjørt til sakar; tí at teir høvdu jú syndað móti Harranum, rættferðarbeitilendinum, vón fedra teirra, Harranum. Rýmið út úr Bábel! Haldið avstað úr landi Kaldea og verið eins og havrar á odda fyri fylginum! Tí at sí, eg lati úr norðursins landi mangar og miklar tjóðir koma móti Bábel og búgva seg til orrustu móti henni; úr teirri ættini skal hon verða vunnin. Ørvar teirra eru eins og hjá sigursælari hetju, sum ikki kemur aftur við ongum. Kaldea skal verða at herfongi; allir, sum hana ræna, skulu verða mettir og væl settir, sigur Harrin. Gleðið tykkum bert og fegnist, tit, ið hava rænt arvalut mín, leypið eins og kálvar um grønar fløtur og neggið eins og graðhestar; tí at brátt verður móðir tykkara herviliga til skammar; hon, sum føddi tykkum, má hylja seg av skomm; nú verður hon hin minsta millum tjóða, ein oyðimørk, eitt ørtyst og oyðið land. Vegna vreiði Harrans skal hon liggja óbygd og verða øll somul at reyni; hvør, ið kemur fram við Bábel, skal øtast og bríksla háðandi yvir øll tey sár, sum hon hevur fingið. Fylkið tykkum nú kring Bábel, allir ørvagarpar; skjótið á hana, sparið ikki ørvarnar; tí at móti Harranum hevur hon syndað! Hevjið herrópið yvir hana úr øllum ættum! Hon hevur givist; torn hennara sligin undan og borgargarðarnir brotnir niður. Tí at tað er hevnd Harrans. Hevnið tykkum inn á hana, lønið henni aftur tað, sum hon hevur gjørt! Oyðið úr Bábel sáðmann og tann, sum trívur um akurknívin í skurðtíðini. Undan tí vígfreka svørði skal hvør venda heim aftur til tjóðar sínar og flýggja aftur til lands síns. Ísrael er eins og burturskelkaður seyður, ið ljón hava jagstrað; fyrst át Assurs kongur hann, og nú síðst hevur Nebukadnezar Bábelkongur jaglað bein hans. Tí sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg skal revsa Bábelkong og land hans á sama hátt, sum eg revsaði Assurkong, og flyta Ísrael heim aftur á haglendi sítt, og teir skulu ganga á biti á Karmel og Básjan og metta seg á Efraims fjøllum og í Gilead. Á teimum døgum, á teirri tíð, sigur Harrin, man verða leitað, eftir misgerð Ísraels, men hon er ikki til meira, eftir syndum Júda, men tær finnast ikki, tí at eg fyrigevi teimum, sum eg lati vera eftir. Far móti Meratáimlandi, far móti tí og móti teimum, sum búgva í Pekod; oyð og halga teir banni, sigur Harrin, og ger í øllum soleiðis, sum eg bjóði tær. Orrusta dunar um landið, alt er í sori! Hvussu er nú ikki hamar alrar jarðar avstøktur og brotin! Hvussu er nú Bábel ikki vorðin eitt øtanartekin tjóðanna millum! Eg legði snerru fyri teg, tú varðst føst, Bábel, og visti ikki av tí, funnin og tikin varðst tú; tí at tú stríddist ímóti Harranum. Harrin læt upp sína vápnagoymslu, tók fram vreiðivápn síni, tí at Harrin, drottin herliðanna, vinnur verk í landi Kaldea. Ráðist á hana úr øllum ættum, latið upp løður hennara, rúgvið hana saman eins og bundi og halgið hana banni; latið einki vera eftir av henni! Drepið allar oksar hennara; teir skulu níga niður til slátranar! Vei teimum, tí at dagur teirra er komin, revsingartími teirra. Hoyrið, hvussu teir flýggja til tess at komast út úr Bábellandi, og boða í Zion, at Harrin, Guð vár, hevur hevnt seg og gjørt hevnd fyri halgidóm sín! Bjóðið út øllum skotmonnum móti Bábel, øllum ørvagørpum, setið herbúðir alt íkring hana, so at eingin kemst undan, lønið henni aftur verk hennara og farið við henni samsvarandi øllum, sum hon hevur gjørt; tí at nasadjørv hevur hon verið móti Harranum, Ísraels heilaga. Tí skulu unglingar hennara falla á torgunum, og allir hermenn hennara farast á tí degi, sigur Harrin. Sí, eg ráðist á teg, tú «Nasadjarva», sigur Harrin, drottin herliðanna; tí at dagur tín er komin, tín revsingarstund. Tá skal «Nasadjarva» snáva og falla, og eingin hjálpa henni aftur á føtur; tá seti eg eld á borgir hennara, og hann skal oyða alt, sum er rundan um hana. So sigur Harri herliðanna: Kúgaðir hava bæði Ísraelsmenn og Júdamenn verið; allir teir, ið herleiddu teir, halda teimum føstum og vilja ikki lata teir leysar. Men loysnari teirra er sterkur – Harri herliðanna er navn hans; hann man vissuliga flyta mál teirra og veita allari jørðini frið, men Bábelbúgvum ófrið. Svørð yvir Kaldear, sigur Harrin, og yvir Bábelbúgvar, yvir høvdingar og spekingar teirra! Svørð yvir rúnarmenn teirra, so at teir roynast býttlingar! Svørð yvir hetjur teirra, so at hugur teimum bilar! Svørð yvir hestar og vagnar teirra, yvir alt hitt tjóðblandaða harkalið, ið er teirra millum, so at teir verða sum konur, og svørð yvir goymslubúr teirra, so at tey verða rænd! Turkur komi yvir vøtnini, so at tey torna upp, tí at skurðgudaland er tað, og við ræðslumyndum sínum leika teir sum óðir. Tí skulu urðarkøttir hølast har saman við sjákálum, og strutsar skulu búgva har; landið skal verða óbygt um allar ævir og liggja mannoytt ætt eftir ætt. Eins og Guð kollvelti Sódomu og Gómorru og bygdirnar har um leið, sigur Harrin, so skal har eingin maður búgva, einki mansbarn dvøljast har. Sí, fólk kemur norðaneftir, mikil tjóð og veldigir kongar leggja út av ytstu útryðjum jarðar. Teir bera boga og spjót, eru grimmir og eira ongum, rødd teirra er sum havsins bralan; á hestum teir ríða, búnir sum hermenn til bardaga móti tær, Bábeldóttir! Bábelkongur hevur fingið fregn av teimum, magnleysar eru hendur hans, angist er komin á hann, nøtran eins og á konu í barnferð. Eins og ljónið fer úr Jórdans runnaskógi niðan á sígrønu fløtuna, vil eg alt í einum reka teir burtur úr landi teirra. Tí at hvør er mín útvaldi, ið eg vil lata fáa tað at ráða fyri? Tí at hvør er javnlíki mín? Hvør kann stevna mær á ting? og hvør er tann hirði, sum kann standast fyri ásjón míni? Hoyrið tí tey ráð, sum Harrin hevur lagt ímóti Bábel, og tær hugsanir, sum hann hevur úthugsað móti landi Kaldea: Vissuliga skal alt tað minsta úr fylginum verða burturdrigið! Vissuliga skal beitilendi teirra ønskrast við teir! Fyri rópinum: Bábel er vunnin! nøtrar jørðin, og venan teirra hoyrist tjóðanna millum.
So sigur Harrin: Sí, eg veki upp oyðingaranda móti Bábel og móti teimum, sum búgva í «Hjartanum á mótstøðumonnum mínum», og eg sendi móti henni menn við tíningarskuvlu; teir skulu tína hana og tøma land hennara, tá ið teir ráðast á hana úr øllum ættum á ógævudegnum. Eingin ørvagarpur skal spenna sín boga og toka fram brynjuklæddur; eir ikki unglingum hennara, halga banni allan her hennara. Vignir menn skulu falla í landi Kaldea og liggja deyðstungnir á gøtum hennara. Tí at Ísrael og Júda eru ikki afturriknir av Guði teirra, Harra herliðanna, tó at land teirra var fult av sekt móti hinum heilaga í Ísrael. Flýggið út úr Bábel, firrið hvør og ein sínum lívi og farist ikki av voldum misgerðar hennara; tí at hetta er Harrans hevndarstund; nú endurgeldur hann henni tað, sum hon hevur uppiborið. Gullsteyp var Bábel í hond Harrans; alla jørðina drakk hon fulla; tjóðirnar drukku av víni hennara, tí leikaðu tjóðflokkarnir óðir. Brádliga er Bábel fallin og sundursorlað. Venið tykkum um hana; rýðið smyrsl á sár hennara, kanska verður hon grødd. Vit royndu at grøða Bábel, men einki batti. Gevið hana upp og farið hvør heim í land sítt; tí at dómurin yvir hana røkkur til himins og tekur upp í skýggini. Harrin hevur framt okkara rætt; komið, latum okkum boða í Zion um verk Harrans, Guðs várs! Brýnið ørvarnar, takið skildirnar. Harrin hevur eggjað anda Mediukongs; tí at hugur hansara stendur á at oyða Bábel; tí at tað er hevnd Harrans, hevndin fyri tempul hans. Reisið hermerki móti Bábels borgargørðum; økið um varðhaldið; setið varðmenn upp og latið menn liggja á loynum; tí at Harrin hevur lagt ráð upp, og tað, sum hann hevur talað móti Bábelbúgvum, tað vil hann eisini evna. Tú, sum býrt við hitt nógva vatnið og eigur so miklar ognir, endadagur tín er komin, alinin, har tú eigur at verða fráskorin. Svorið hevur Harri herliðanna við sjálvan seg: Um eg fylti teg við fólki eins og við ongsprettum, skulu menn tó hevja sigursrópið yvir teg! Hann skapaði jørðina í mátti sínum, grundaði jarðarríkið í hyggjuviti sínum og tandi út himinin í vísdómi sínum; fyri rødd hansara ymja vøtnini á himnum, og hann letur skýggini stíga upp frá jarðarinnar útryðjum; snarljósini letur hann ryðja regninum rás og loypir vindunum út úr goymslubúrum sínum. Býttir og uttan vit eru allir menn; hvør ein gullsmiður fær skomm av skurðmynd síni; tí at lygn eru hansara stoyptu myndir; andi er eingin í teimum. Tey eru fáfongd og dáraverk; tá ið teirra revsingartími kemur, verða tey til einkis. Men Jákups arvalutur er ikki teimum líkur; tí at hann, ið skapað hevur alt, er arvalutur hansara; Harri herliðanna er navn hans. Tú vart mær hamar og hervápn; við tær havi eg sorlað tjóðir; við tær havi eg týnt kongaríki; við tær havi eg sorlað hest og reiðmann; við tær havi eg sorlað vagn og vagnstjóra; við tær havi eg sorlað kallar og konur; við tær havi eg sorlað gamlar og ungar; við tær havi eg sorlað sveinar og moyggjar; við tær havi eg sorlað hirðar og fylgi; við tær havi eg sorlað plógmann og plógoksar hans; og við tær havi eg sorlað jallar og landsstjórar. Fyri eygum tykkara endurgjaldi eg Bábel og øllum teimum, sum búgva í Kaldeu, alt tað illa, sum teir hava gjørt Zion, sigur Harrin. Sí, eg ráðist á teg, títt «skaðafjall», sigur Harrin, tú sum elvir allari jørðini skaða; eg skal rætta út hond mína móti tær og varpa tær út av berginum og gera teg at avsvidnum fjalli! Úr tær skulu hvørki fáast hornsteinar ella grundasteinar, sigur Harrin, tí at ævigt oyði skalt tú verða, sigur Harrin. Reisið upp hermerki á jørðini! Blásið í lúðurin millum tjóðanna! Halgið tjóðir til orrustu móti henni! Stevnið móti henni kongaríkjunum Árarat, Minni og Asjkenaz! Setið landshøvdinga at valda henni, leiðið fram hestarnar eins og lodnar ongsprettur! Halgið tjóðirnar móti henni, Mediukong og allar jallar og landsstjórar hans og alt tað land, sum hann ræður fyri. Tá skal jørðin skelva og nøtra, tí at tá skulu sannast á Bábel fyriætlanir Harrans um at gera alt Bábelland til oyði, so at eingin býr har. Bábels hetjur rýma úr orrustuni; stillir sita teir í vígvirkjunum; máttur teirra hvørvur; teir verða sum konur; eldur verður settur á bústaðir teirra og liðlokur teirra verða brotnar. Rennari skundar móti rennara og sendisveinur móti sendisveini til tess at boða Bábelkongi frá, at øll borgin hjá honum er vunnin, vaðini tikin, húsini uppbrend og ræðsla komin á herfólkið. Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Bábeldóttir er eins og treskivøllur, tá ið hann er troðin; um lítið bil so verður eisini heystdagur hjá henni. Nebukadnezar Bábelkongur hevur etið meg upp og beint fyri mær og sett meg burtur sum tómt ílát; eins og sjódreki gloypti hann mær, fylti sína vomb við krásum mínum og rak meg burtur. Tann valdsgerð og áverk, sum mær var fyri, komi yvir Bábel! siga teir, sum búgva í Zion. Komi blóð mítt yvir Kaldeubúgvar! siga teir, sum búgva í Jerúsalem. Tí sigur Harri herliðanna soleiðis: Sí, eg skal flyta mál títt og veita tær hevnd; vøtn hennara skal eg gera at turrlendi og lata keldur hennara torna upp. Og Bábel skal verða grótrúgva og sjákálabøli, ræðsla og háð; eingin skal búgva har. Teir ýla allir sum ungljón og murra eins og ljónshvølpar; men tá ið yvirhugin kemur á teir, vil eg búgva teimum veitslu til og drekka teir fullar, til tess at máttloysi skal koma á teir og ævigur svøvnur, so at teir ikki vakna aftur, sigur Harrin. Sum lomb vil eg leiða teir oman til slátranar eins og veðrar og havrar. Á, hvussu Sjesjak er fangað og tikin, hon, sum var heiðrað um allan heim! Á, hvussu Bábel er vorðin eitt ræðslutekin tjóðanna millum! Havið fløddi Bábel undir, huldi hana í sínum ymjandi bylgjum. Oyddar liggja nú borgir hennara, vorðnar at reyni og oyðimørk; eingin maður býr har, og ikki eitt mansbarn fer um har. Eg heimsøki Bel í Bábel og rívi út úr gapi hans, tað sum hann hevur gloypt; og tjóðirnar skulu ikki meira streyma til hansara. Eisini Bábels borgargarðar eru rapaðir. Far út úr henni, fólk mítt; firri hvør og ein sínum lívi undan brennandi vreiði Harrans! Latið ikki hugin bila tykkum og óttist ikki við tíðindini, sum ganga um landið, tá ið eini tíðindi hoyrast hetta árið og onnur annað árið, og valdsgerðir valda í landinum, og valdsmaður rísur upp ímóti valdsmanni. Tí at nú skulu teir dagar koma, tá ið eg heimsøki skurðgudarnar hjá Bábel; alt land hennara skal verða til skammar, og allir hennara vignu menn skulu falla inni í henni. Yvir hana skulu himin og jørð og alt, sum í teimum er, hevja fagnaðarljóð, tí at úr norðuri koma oyðararnir yvir hana, sigur Harrin. Tí at eisini Bábel skal falla vegna teirra, sum hon vá av Ísrael, eins og vignir um alla jørðina fullu fyri Bábel. Men tit, sum komust undan svørðinum, haldið tit fram og steðgið ikki á; minnist í fjarlegdini á Harran og havið Jerúsalem í huga! Vit vóru til skammar, tí at háðan máttu vit hoyra; skammroðin huldi andlit okkara, tí at fremmandir rændu halgilutirnar í húsi Harrans. Sí, tí skulu teir dagar koma, sigur Harrin, tá eg heimsøki skurðgudar hennara, og lati vignar menn stynja um alt land hennara. Um Bábel hevjar seg móti himni og ger sítt hervirki hátt og óklívandi, skulu tó oyðarar frá mær koma yvir hana, sigur Harrin. Hoyrið venan úr Bábel og mikið sorl úr landi Kaldea! Tí at Harrin avoyðir Bábel og køvir hennara mikla háva; og tó at aldur teirra ymja sum stórvøtn og bróta við miklum duni, skulu oyðarar kortini ráðast á Bábel, og kappar hennara verða tiknir á hondum, og bogar teirra brotnir; tí at Guð endurgjaldsins er Harrin og man vissuliga løna aftur. Og fullar drekki eg høvdingar og vísmenn hennara, jallar, landsstjórar og kappar hennara; ævigur svøvnur skal koma á teir, so at teir ikki vakna aftur, sigur kongurin, hvørs navn er Harri herliðanna. So sigur Harri herliðanna: Hinir breiðu borgargarðar hjá Bábel skulu verða rivnir niður til grundar, og hennara høgu borgarlið verða brend upp, so at fólk hava møtt seg til einkis og tjóðir lagt á seg byrðar fyri eldin. Tey boðini, sum Jeremia profetur gav Seraja Neriasyni Másejasonar, tá ið hann í ørindum Zidkia Júdakongs fór til Bábelborgar á fjórða ári ríkisstjórnar hans; Seraja var innivistarfyriskipari kongsins. Og Jeremia skrivaði upp í somu bók alla ta ógævu, sum koma skuldi yvir Bábel, øll tey orð, sum her eru ritað um Bábel. Og Jeremia segði við Seraja: Tá ið tú kemur til Bábelborgar, og tær verður høvi til handa, tá les upp øll hesi orð og sig: Harri, tú hevur sjálvur hótt við at oyða henda staðin, so at eingin býr har, hvørki fólk ella fæ, nú skal hann verða at ævigum oyði! Og tá ið tú hevur lisið hesa bók at enda, tá bind stein upp í hana og blaka hana út í Eufrat og sig: So skal Bábel søkka og ikki koma upp aftur vegna ta ógævu, sum eg lati koma yvir hana. Higar náa orð Jeremia.
Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í ellivu ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hámital Jeremiadóttir úr Libna. Og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans í øllum, so sum Jójakim hevði gjørt. Vegna vreiði Harrans kom hetta yvir Jerúsalem og Júda; og at endanum rak hann tey burtur frá ásjón síni. Men Zidkia sleit trúnað við Bábelkong; og á níggjunda ríkisári hans á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar, kom Nebukadnezar Bábelkongur við øllum heri sínum móti Jerúsalem og setti herbúðir sínar kring hana og bygdi vígvirki móti henni alt íkring. Og borgin var kringsett alt fram at ellivta ríkisári Zidkia kongs. Men á níggjunda degi hins fjórða mánaðar, tá ið hungursneyðin var mikil í borgini, og almúgan í landinum einki hevði at eta, tá varð skarð brotið á borgargarðin; og alt herfólkið flýddi og rýmdi um náttina út úr borgini gjøgnum liðið millum múrarnar tætt við kongsgarðin; og tó at Kaldear umringaðu borgina, hildu teir leiðini móti Árábaslættanum. Men herur Kaldea helt aftan á kongin og fekk hann aftur á Jerikovøllum, eftir at allur herur hans var sundraður frá honum. Teir tóku kongin á hondum og fluttu hann til Bábelkongs til Ribla í Hámatlandi; og har feldi hann dóm yvir hann. Og Bábelkongur læt drepa synir Zidkia fyri eygum hans, og somuleiðis læt hann í Ribla drepa allar høvdingar Júda. Men Zidkia sjálvan læt hann blinda og leggja í fjøtur av kopari; síðan flutti hann hann til Bábelborgar og læt hann sita í fangahúsi til deyðadags hansara. Á tíggjunda degi hins fimta mánaðar, tað er at siga á nítjanda ríkisári Nebukadnezars Bábelkongs, tá kom Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi og tænari Bábelkongs, til Jerúsalem og setti eld á hús Harrans og á kongshøllina og øll húsini í Jerúsalem; somuleiðis brendi hann øll hús tignarmanna. Og herur Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, breyt niður Jerúsalems borgargarðar alt til grundar. Men tað, sum eftir var av fólki í borgini, og teir, sum rýmdir vóru yvir til Bábelkongs, og tað, sum eftir var av listasmiðum, herleiddi Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi. Men av almúgu landsins læt Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi nakað vera eftir sum víngarðsmenn og jarðyrkismenn. Koparsúlurnar í húsi Harrans og kervagnarnar og koparhavið, sum var í húsi Harrans, brutu Kaldear sundur og fluttu alt koparið til Bábelborgar. Og ketlarnar, eldspakarnar, knívarnar, offurbollarnar og øll tey koparamboð, sum nýtt vórðu við gudstænastuna, tóku teir við sær. Og skálirnar og eldpannurnar, offurbollarnar, ketlarnar og ljósastakarnar, køskirnar og bollarnar, sum alt var úr gulli ella silvuri, tók lívvarðarhøvdingin eisini. Súlurnar tvær og havið við hinum tólv koparoksunum undir, kervagnarnir, sum Sálomon kongur hevði latið gera í húsi Harrans – koparið av øllum hesum var ikki vigandi. Hvør súlan var átjan alna høg, og tólv alna langur tráður tørvaði at røkka um hana; hon var holað innan og koparið fýra fingra tjúkt. Uppi á henni var súlnahøvur fimm alna hátt, og kring um tað var rutt net og granatepli, alt av kopari; somuleiðis var hin súlan gjørd. Men granateplini, sum hingu leys, vóru níti og seks; øll granateplini kring um tað rudda netið vóru hundrað í tali. Og lívvarðarhøvdingin tók Seraja høvuðsprest og annanprestin Zefanja og duravørðirnar tríggjar; og úr borgini tók hann hirðmann ein, sum hevði umsjón við herfólkinum, og sjey av teimum monnum, ið dagliga vóru saman við kongi og enn funnust eftir í borgini, og somuleiðis ritaran hjá herhøvdinganum, ið beyð út landsfólkinum í hernað, og seksti mans av landsmúgvuni, sum enn vóru eftir í borgini. Hesar tók Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi og flutti teir til Bábelkongs í Ribla. Og Bábelkongur tók teir og læt teir drepa í Ribla í Hámatlandi. So var Júda herleiddur burtur úr landi sínum. Her skal nevnast talið á tí fólki, sum Nebukadnezar á sjeynda ríkisári sínum herleiddi: Trý túsund og tjúgu og tríggjar Júdear. Á Nebukadnezars átjandi ríkisári: Úr Jerúsalem átta hundrað og tríati og tveir. Á tjúgunda og triðja ríkisári Nebukadnezars herleiddi Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, sjey hundrað og fjøruti og fimm Júdear. Í alt fýra túsund og seks hundrað. Og á tríatiunda og sjeynda útlegdarári Jójakins Júdakongs á tjúgunda og fimta degi hins tólvta mánaðar náðaði Evil-Merodak Bábelkongur, tað árið hann tók við ríki, Jójakin Júdakong og tók hann út úr fangahúsinum. Og hann talaði blídliga við hann og sessaði hann ovast millum teir kongar, sum hjá honum vóru í Bábel. Jójakin fór úr fangabúna sínum og sat, so leingi sum hann livdi, dagliga til borðs við honum. Og allar vistir vóru honum veittar av Bábelkongi, alt hvat honum tørvaði á hvørjum degi til deyðadags hansara, so leingi sum hann livdi.
Hvør situr hon eina, hin áður fjølbygda borgin – hin máttuga tjóðanna millum situr nú sum einkja, ráddi fyri londum, og nú má hon træla. Um nætur hon sáran grætur, tárini streyma henni á kinn, av øllum hennara ástvinum eingin hana uggar, allir hennara vinir hana sviku og gjørdust fíggindar hennara. Júda er av landi farin fyri eymd og tungum oki; hon býr nú heidninganna millum, men finnur ongan hvíldarstað; allir hennara atsøkjarar fingu hana aftur, har vegir tóku at treingjast. Vegirnir til Zion syrgja, av tí at eingir koma at halda hátíð. Øll hennara lið liggja oyðin, prestarnir suffa, moyggjarnar eru nívdar niður, og sjálv hevur hon beiska sorg. Atsøkjarar hennara hava tikið ræðið, fíggindar hennara sita í trygdum, tí at Harrin nívdi hana fyri hennara mongu misbrot; fyri kúgaranum máttu børn hennara í útlegd fara. Burtur hvarv frá Zions dóttur alt hennara skreyt, høvdingar hennara vórðu hjørtum líkir, ið einki beitilendi finna, máttleysir rýmdu teir undan atsøkjarum sínum. Á eymdardøgum og í heimloysi sínum mintist Jorsalborg á allar teir dýrgripir, sum hon áður hevði átt; tá ið fólk hennara fell í fígginda hendur, kom eingin til hjálpar, og fíggindar hennara hugdu at við látri, tá ið hon fór í sor. Stórliga hevur Jorsalborg syndað, tí er hon vorðin til skemdar; øllum, ið heiðraðu hana, stóðst við hana, tí at teir sóu nakni hennara; sjálv má hon stynja og vendir sær burtur. Hennara óreinska loðar við klædnafald hennara, ikki hon hugsaði um endalykt sína; øgiliga djúpt er hon fallin, eingin kom hana at ugga. Sí, Harri, eymd mína, tí at fíggindin brettir sær á. Kúgarin rætti út hond sína eftir øllum dýrgripum hennar; ja, heidningarnar sá hon fara inn í halgidóm sín, teir, ið tú hevði sýtt at koma í savnað tín. Alt fólk hennar stynur, leitar eftir føðslu; dýrgripir sínar tey góvu fyri mat til tess at bjarga sínum lívi. Sí, Harri, hygg hvussu vanvird eg eri! Øll tit, ið koma framvið, hyggið og síggið, um nakar veit um tílíka kvøl sum hana, ið meg hevur rámað, meg, sum Harrin nívdi á degi sínum, tá ið vreiðin brann. Av hæddum sendi hann eld, ið sló niður í bein míni, legði net fyri føtur mínar, rak meg aftur, gjørdi meg oydna, sjúka tann líðilanga dag. Ok synda mína bant hann við hond síni, legði tað mær á herðar, breyt mína megi; Harrin gav meg upp í hendur teirra, sum eru mær yvirmentir. Harrin hevur havnað øllum hetjum mínum, ið hjá mær vóru; boðið til hátíðarveitslu móti mær til tess at oyða ungmenni míni; vínfargið tróð hann til dóms yvir moynna, Júda dóttur. Yvir hetta má eg gráta; eygu míni flóta í tárum, tí at fjart frá mær er uggarin, ið lívga kundi sál mína; farin eru børn míni, tí at fíggindin var ov sterkur. Zion rættir út hendur sínar, eingin hana uggar; Harrin beyð út ímóti Jákupi fíggindum hans alt íkring; Jorsalborg er vorðin til skemdar ímillum teirra. Rættvísur er hann, Harrin, tí at eg treiskaðist móti boði hans. Á, hoyrið allar tjóðir, síggið mína kvøl! Moyggjar mínar og ungmenni fóru burtur í útlegd. Eg heitti á ástvinir mínar, teir sviku meg; prestar mínir og ellismenn andaðust í borgini; tí at eftir føðslu teir leitaðu, men einki teir funnu. Sí, Harri, hvussu trongd eg eri, barmur mín bylgist, hjartað leikar mær í brósti, av tí at eg treiskaðist; úti gjørdi svørðið meg barnleysa, inni drepsóttin. Hoyr, hvussu eg stynji, eingin meg uggar. Fíggindarnir spurdu ógævu mína, gleddust við, at tú hetta hevði gjørt. Lat koma tann dag, sum tú boðaði, verði teimum fyri tað sama, sum mær. Lat allan illskap teirra koma fyri ásjón tína; far við teimum eins og tú fórt við mær fyri øll míni misbrot! Ja, mikil er mín stynjan, mítt hjarta er sjúkt.
Á, hvør Harrin í síni vreiði legði myrkur yvir Zions dóttur; av himni til jarðar hann rindaði dýrdleika Ísraels; fótskør sína ikki hann mintist á sínum vreiðidegi. Eirindaleyst oyddi Harrin allar bústaðir Jákups; í bræði síni breyt hann niður virkini hjá Júda dóttur og slættaði tey við jørðina, skemdi ríkið og høvdingar tess, støkti í brennandi bræði hvørt horn í Ísrael, tók hondina aftur til sín fyri fíggindans ásjón og brendi Jákup eins og logandi eldur, ið oyðir alt íkring. Eins og fíggindi spenti hann bogan, gekk fram sum mótstøðumaður og drap allan eygnanna hugnað í tjaldi Zions dóttur, oysti út bræði sína eins og eld. Harrin kom sum fíggindi, oyddi Ísrael, oyddi skreythallir hans og breyt niður vígvirki hans, elvdi Júda dóttur eymd og miklan harm. Harrin hevur rivið sína smáttu niður, lagt í oyði sín hátíðarstað; Harrin læt gloymast í Zion hátíðir og hvíludagar, kong og prest hann segði burtur í síni grimdar vreiði. Harrin havnaði altari sínum, skoytti ikki um sín halgidóm; hallargarðar hennara gav hann upp í fígginda hendur; rødd teirra glumdi í húsi Harrans eins og á hátíðardegi. Harrin hevur sett sær fyri at oyða borgargarð Zions dóttur, tandi út mátingarbandið, ikki hann aftraði hond síni frá oyðing, á borgargarð og varnarvirki læt hann sorgina síga, avfallin liggja tey. Lið hennara sukku í jørðina, lokurnar breyt hann sundur; kongur hennara og høvdingar búgva lógarleysir heidninganna millum; heldur ikki fáa profetar hennara sjónir frá Harranum. Tigandi teir sita á jørðini, ellismenn Zions dóttur, á høvur sítt oysa teir dust, gyrdir við spjørrum; Jorsala moyggjar boyggja sítt høvur til jarðar. Eygu míni daprast av gráti, indur míni brenna, hjartað er um at bresta av sorg yvir oyðing dóttur fólks míns, tí at børn og bróstabørn maktast á borgarinnar torgum. Tey rópa á sínar møður eftir korni og víni, meðan tey maktast eins og deyðsærd á borgarinnar gøtum og geva upp andan við móðurinnar barm. Hvat skal eg taka til dømi um teg, við hvat skal eg líkna teg, Jorsala dóttur? Við hvørjum líkingarmáti skal eg ugga teg, tú moyggin, Zions dóttir? Tí at mikið sum havið er títt sár, hvør kann teg at grøða? Profetar tínir birtu tær tølandi sjónir og tómleika, teir søgdu tær ikki tínar syndir til tess at venda tíni lagnu; nei, heldur teir birtu tær fáfongdar villandi spádómar. Tey klappaðu í lógva at tær, øll, ið gingu framvið, háðandi bríkslaðu og ristu høvdið yvir Jorsala dóttur: «Er hetta borgin, ið nevndist hin alfagra, gleði alrar jarðar?» Allir tínir fíggindar tambaðu upp munn sín ímóti tær, bríkslaðu, bitu á kampi og søgdu: «Vær høvum oytt hana; ja, hetta var dagurin, vær longdust eftir, nú høvum vær fingið hann at sjá.» Harrin hevur int tað, sum hann hevur sett sær fyri, evnað tey orð, sum hann beyð í forðum, sorlað eirindaleyst, latið fíggindan glett seg yvir teg og hevjað upp horn tína mótstøðumanna. Hevja títt róp til Harrans, tú moyggin Zions dóttir; lat tár tíni renna sum løkir dagar og nætur, lætt ikki av, unn ikki eyga tínum ró. Statt upp og vena á nátt í byrjanini á hvørji náttarvøku, oys út títt hjarta sum vatn fyri ásjón Harrans, hevja til hans tínar hendur fyri lív barna tína, sum máttleys níga av hungri á hvørjum vegamóti. Hygg, Harri, lít á, hvørjum tú hetta hevur gjørt. Eiga konur at eta avkom sítt, tey børn, sum tær bera á ørmum, ella profetar og prestar at verða myrdir í halgidómi Harrans? Vignir liggja á gøtunum unglingar og ellismenn, moyggjar og sveinar fallin fyri svørði; tú myrdi á tínum vreiðidegi, slátraði eirindaleyst. Tú beyðst eins og til veitslu ræðslum mínum úr øllum ættum; á vreiðidegi Harrans var eingin, ið undan komst og bjargaðist; teimum, sum eg hevði borið á armi og fostrað, týndi mín fíggindi.
Eg eri maðurin, sum eymd havi roynt undir hans vreiðikoyrli; meg hevur hann rikið og koyrt í myrkur, har einki ljós er at hóma; hann hond síni bregður ímóti mær tann líðilanga dag, hevur skrætt av mær hold og húð og brotið bein míni. Hann laðaði garð kring meg, byrgdi meg inni við beiskleika og móði, læt meg búgva í myrkri eins og teir, ið fyri longum eru deyðir. Hann girdi meg inni við steingjandi garði, gjørdi tung míni fjøtur. Tó at eg rópi og bøni, steingir hann fyri míni bøn. Við høgdum steinum hann byrgdi mín veg, gjørdi leið mína ógongda; hann varð mær sum bjørn, ið liggur í stilli eins og ljón á loynum; hann vilti meg, skræddi meg sundur og legði meg í oyði; hann spenti sín boga, reisti meg sum skotmál fyri ørv sína; í míni nýru hann sendi synir ørvahúsa síns; øllum tjóðum til láturs eg varð, í táttum teirra alsamt spottaður; hann mettaði meg við beiskum urtum, gav mær malurt at drekka, læt meg bróta mínar tenn á steinum, nívdi meg niður í dusmið; hann rændi úr sál míni friðin, eg gævuna gloymdi og segði: «Horvin er lívsmegi mín, vón mín til Harrans.» At minnast mína eymd og fjakkan er sum malurt og eitur; alsamt sál mín hugsar um hetta og kúrir í mínum barmi. Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann. Góður er Harrin teimum, ið honum bíða, teirri sál, ið eftir honum leitar. Gott er kvirrur at bíða eftir hjálp frá Harranum. Gagnligt er manni ungur at bera ok, í einingi tigandi sita, tá ið hann leggur tað á hann, toyggja munn sín niður í dusmið, enn er kanska vón, rætta honum sín vanga, ið slær, og metta seg við skemd. Tí at ikki skúgvar Harrin ævinliga frá sær; hevur hann nívt, man hann várkunna aftur, tí at mikil er miskunn hans; tí at ikki av hjarta hann plágar og nívir mannanna børn. Tá ið allir fangar í landinum verða traðkaðir undir fótum, tá ið mansins rættur verður rongdur fyri ásjón hins hægsta, tá ið maður verður órættaður í sínum máli – skuldi tá Harrin ikki sæð tað? Hvør talaði, so at tað gekk út, uttan at Harrin hevði boðið tað? Koma ikki av munni hins hægsta bæði gæva og ógæva? Yvir hvat skal maður á foldum kvarta? Hvør og ein yvir sína synd! Latum okkum rannsaka, kanna várar vegir og snúgva okkum til Harrans, hevja várum hjørtum og hondum til Guðs á himnum! Vit hava syndað og treiskast, og tú fyrigavst okkum ikki, men huldi teg í vreiði, elti og drapst okkum eirindaleyst; tú huldi teg í skýggjum, so eingin bøn slapp ígjøgnum; sum sóp og burturkast tú setti okkum tjóðanna millum. Allir fíggindar okkara tambaðu upp gapið móti okkum. Øtan og ræðsla okkum lutaðist, oyðing og týning; sum løkir renna míni tár vegna ógævu dóttur fólks míns. Uttan íhald gráta míni eygu og helma ikki í, fyrr enn Harrin skoðar av himni og gevur tí gætur. At síggja døtur borgar mínar elvir sál míni sút. Fyri onga søk mínir fíggindar veiddu meg eins og fugl, tveittu meg livandi niður í gryvju og grýttu meg við gróti; vatn fløddi yvir høvur mítt; eg hugsaði: «Eg eri farin!» Eg kallaði, Harri, á navn títt upp úr teirri djúpu gryvju; tú hoyrdi mína rødd: «Á, tipp ikki oyrað fyri neyðarrópi mínum!» Tá ið eg rópaði, vart tú mær hjá og beyðst mær ikki at óttast. Mál mítt, Harri, tú vardi og endurloysti mítt lív; Harri, tú sært tann órætt, eg líði, veit mær mín rætt; allan teirra hevndarhug sært tú, øll teirra loyniráð, teirra háðan hoyrir tú, Harri, øll loyniráð teirra ímóti mær, tað, sum fíggindar mínir hugsa og mæla ímóti mær tann líðilanga dag. Hygg, hvussu teir í táttum sínum støðugt meg spotta. Harri, løn teimum tað aftur eftir verkum handa teirra, legg tú skýlu yvir hjarta teirra, ilt biði tú yvir teir, elt teir í vreiði, oyð teir út undir tínum himni.
Á, hvussu gullið er áfallið, broyttur hin dýri málmur, grýttir hinir heilagu steinar liggja á øllum vegamótum! Hinir dýrmætu Zions synir, javnmætir skírum gulli, á, hvussu mettust teir javnt við leirker, handaverk leirkerasmiðarins! Eisini sjákálar bjóða fram júgurið, geva hvølpum sínum at súgva, men dóttir fólks míns varð grimm eins og strutsur í oyðimørkum. Tunga bróstabarnsins loðaði við góman av tosta; børn biddaðu breyð, men eingin gav teimum nakað. Tey, sum ótu krásir, ørmaktast nú á gøtum; tey, sum borin vóru í skarlaki, grópa nú í mykju. Misgerðin hjá dóttur fólks míns var størri enn syndin í Sódomu, sum kollveltist í bræði, so at hond ikki bregðaðist. Høvdingar hennara vóru reinari enn kavi, hvítari enn mjólk, holdið reytt sum kórallar, útsjónd teirra sum saffir; svartari enn sót eru teir nú á at líta, tekkjast ikki á gøtunum, teir skríða í skræðuni, vorðnir sum turkatrø. Betur fóru teir, ið fullu fyri svørði, enn teir, ið doyðu av hungri, sum maktaðust burtur hungurstungnir, tí at eingin var gróðurin á markini. Várkunnsamar konur kókaðu sjálvar síni børn; tá ið dóttir fólks míns oyddist, vórðu tey teimum til føðslu. Harrin læt vreiði sína renna, oysti út sína brennandi bræði; á Zion setti hann eld, sum oyddi hana alt til grundar. Eingin kongur á fold, eingin jarðarríkis búgvi hevði hugsað, at atsóknarmenn og fíggindar skuldu komið inn um Jorsala borgarlið. Men tað var fyri syndir hjá profetum hennara, fyri misbrot prestanna, sum har útheltu rættvíst blóð. Teir reikaðu sum blindir um gøtur, dálkaðir í blóði, so at ikki var nertandi við klæði teirra. «Varnist! Óreinir!» rópaði fólk, «varnist, havið tykkum burtur frá teimum!» Og tá ið teir flýddu frá einum til ein annan, ljóðaði: «Her skulu tit ikki leingi dvølja!» Harrin sundraði teir sjálvur, hyggur ikki aftur til teirra, prestarnir vórðu einkisvirdir og profetarnir ikki eirdir. Alsamt vit stardu eyguni móð eftir hjálp, men til einkis; uppi á sýnini vit hugdu eftir tjóð, sum onga hjálp kundi veita. Teir eltu okkum, vit óttaðust fyri at koma á torg okkara; endalykt okkara nærkaðist, dagar várir vóru uppi, ja, endalykt vár var komin. Teir, ið at okkum søktu, vóru fljótari enn himinsins ørnir, yvir fjøllini teir eltu okkum, lógu á loynum í oyðimørkum, lívsandi vár, hin salvaði Harrans, varð fangaður í teirra gryvjum, hann, í hvørs skugga vit ætlaðu at liva tjóðanna millum. Gleð teg og fegnast, tú Edóms dóttir, sum býrt í Uz, eisini tær skal bikarið verða rætt, tú skalt drekka teg drukna og verða nektað. Tín sekt er á enda, Zions dóttir, ikki skalt tú aftur í útlegd; men tíni misbrot, Edóms dóttir, skal hann revsa, avhylja syndir tínar.
Harri, hav í huga forløg vár, hygg og gev tær far um, hvussu vit verða háðað! Arvaleivd okkara lutaðist øðrum, hús okkara fremmandum. Faðirleys vit eru, eiga ongan góðan, móðir okkara situr einkja. Vatnið, sum vit drekka, verða vit at keypa, fyri brennið mega vit gjalda. Okið okkum nívir, lúgvaðir vit eru, fáa onga hvíld. Egyptalandi vit rættu hond, Assurs landi, til tess at mettast við breyði. Fedrar várir, ið syndaðu, eru ikki longur til, og vit bera syndir teirra. Trælir okkum valda, eingin okkum bjargar úr hondum teirra. Vit vinna okkum føðsluna við ótta fyri oyðimarkar svørði. Hold várt er vorðið sum ovnur, sviðið av hungursloganum. Konur hava teir skemt í Zion, ungmoyggjar í Júda borgum. Høvdingar tóku teir og hongdu, ellismonnum sýndu teir onga virðing. Unglingar bóru kvørnina, sveinarnir nigu undir viðarbyrðum. Hinir elstu hvurvu úr borgarliðunum, unglingarnir lættu av streingjaleiki. Horvin er gleðin úr hjarta várum, dansur okkara broyttur í sorg. Krúnan er fallin av høvdi várum, vei okkum, vit hava syndað! Av tí er hjarta okkara sjúkt, tessvegna dapraðust eygu okkara; vegna Zions fjall, sum liggur í oyði, har revarnir reika um. Men tú, Harri, valdar um ævir, títt hásæti stendur ætt eftir ætt. Hví vilt tú ævinliga okkum gloyma, siga okkum burtur allar dagar? Vend okkum aftur til tín, Harri, tá koma vit aftur, lat dagar okkara aftur verða eins og í forðum! Ella hevur tú havnað okkum med alla, er eingin endi á tíni vreiði móti okkum?
Á tríatiunda ári á fimta degi hins fjórða mánaðar, meðan eg sat millum teir herleiddu við Kebaránna, opnaðist himinin, og eg sá sjónir frá Guði. Fimta dagin í mánaðinum – tað var fimta árið eftir, at Jójakin kongur varð herleiddur – tá kom orð Harrans til prestin Ezekiel Buzison, við Kebaránna í Kaldealandi, og har kom hond Harrans yvir hann. Og eg leit meg um, og sí, harðveður kom norðaneftir og mikið skýggj sveipað í ljóma og glampandi eld, og mitt í hesum var tað eins og geislandi málmur. Í miðjum eldinum vóru eins og myndir av fýra verum; og eftir útsjónd teirra vóru tær í mannalíki; men hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir. Føtur teirra vóru steyrrættir og iljar teirra eins og á kálvi; tær glampaðu eins og skyggin málmur og vóru kvikar við veingjunum. Allar fýra høvdu mannahendur undir veingjum sínum á øllum fýra liðum. Andlitini á teimum fýra verunum viku ikki til viks, meðan tær gingu; allar gingu beint fram eftir. Andlit teirra vóru í hesum líki: Frammantil høvdu tær allar fýra mannaandlit, høgrumegin ljónsandlit, vinstrumegin oksaandlit og aftantil arnarandlit. Veingirnir á øllum fýra vóru tandir út uppeftir, soleiðis at tveir og tveir bóru saman, og tveir huldu likamið. Allar gingu tær beint fram; tann vegin, sum andin vildi hava tær at fara, gingu tær og viku ikki til viks, meðan tær gingu. Millum veranna var at síggja eins og brennandi brandar; tað var eins og kyndlar, ið fóru aftur og fram millum veranna; ljómi skein av eldinum, og út haðan gingu snarljós. Verurnar lupu aftur og fram og vóru sum snarljós á at líta. Aftur leit eg meg um, og sí: Undir liðini á hvørji av teimum fýra verunum stóð eitt hjól á jørðini. Og hjólini vóru á at líta eins og skínandi krýsolit; tey vóru øll fýra samlík og gjørd á tann hátt, at innan í hvørjum hjóli var eitt annað. Tey kundu tí ganga í allar fýra ættir uttan at víkja til viks, meðan tey gingu. Uppaftur leit eg meg um, og sí, øll fýra hjólini høvdu gjarðir, sum vóru alsettar við eygum alt íkring. Og tá ið verurnar gingu, gingu eisini hjólini við lið teirra; og tá ið verurnar høvdu seg upp frá jørðini, fóru hjólini við. Hagar, sum andin vildi fara, hagar fóru hjólini við; tey hevjaðust upp samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum. Tá ið verurnar gingu, gingu tey við, og tá ið tær steðgaðu, steðgaðu tey við, og tá ið tær høvdu seg upp frá jørðini, hevjaðust hjólini samstundis við teimum; tí at andi veranna var í hjólunum. Uppi yvir høvdum veranna var eins og himnahválv, sum glitrandi ísur, úttant fyri oman høvur teirra. Undir hválvinum vóru veingir teirra úttandir hvør móti øðrum; umframt hevði hvør teirra tveir veingir, sum huldu likam teirra. Og tá ið tær gingu, ljóðaði ymjanin av veingjum teirra fyri mær eins og bralan av miklum vøtnum, eins og rødd hins alvalda; tað glumdi sum úr herbúðum. Fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra hoyrdist glymur; men tá ið tær stóðu stillar, lótu tær veingirnar síga. Men fyri oman hválvið uppi yvir høvdum teirra var nakað eins og saffirsteinur á at líta, sum líktist hásæti; og har uppi á hásætinum var eins og mynd at síggja í mannalíki. Og eg sá nakað, sum líktist lýsigulli haðan frá, sum eg helt mjadnirnar vera, og uppeftir; og haðan sum eg helt mjadnirnar vera, og niðureftir sá eg nakað, ið var sum eldur á at líta; og kring um hann var ljómi av eldi. Eins og ælabogin, sum á regndegi kemur til sjóndar í skýnum, soleiðis var ljómin kring hann á at líta. Soleiðis var myndin av dýrd Harrans á at líta. Tá ið eg sá hana, fell eg fram á ásjón mína, og eg hoyrdi ein, ið talaði.
Hann segði við meg: Mansbarn, far á føtur, at eg má tala við teg! Og sum hann talaði við meg, kom andin í meg og fekk meg upp á føtur; og eg hoyrdi hann tala við meg. Hann segði við meg: Mansbarn, eg sendi teg til Ísraelsmenn, hinar tvørlyndu, sum hava verið tvørlyndir móti mær; bæði teir og fedrar teirra hava slitið trúnað við meg alt fram at hesum degi. Treiskir eru synir teirra í andlitsskapi og harðir í hjarta; men eg sendi teg til teirra, og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin, drottin! Og hvørt teir lýða, ella teir geva tí ikki geyma – tí at teir eru tvørlynt ættarkyn – so skulu teir vita, at profetur er teirra millum. Men tú, mansbarn, skalt ikki ræðast teir og ikki óttast fyri orðum teirra; tó at notur og tistlar eru kring teg, og tú situr á sporðdrekum, skalt tú tó ikki óttast fyri orðum teirra ella skelva fyri andliti teirra; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. Men tú skalt tala orð míni til teirra, hvørt teir lýða á teg, ella teir geva teimum ikki geyma; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. Men tú, mansbarn, hoyr tú tað, sum eg vil siga tær! Ver tú ikki tvørlyndur eins og hetta tvørlynda ættarkynið! Lat upp munn tín og et tað, sum eg fái tær! Og tá ið eg hugdi upp, sá eg hond rætta út móti mær, og í henni var bókrulla. Hann rakti hana upp fyri mær, og hon var ritað báðumegin, og har stóðu harmljóð, stynjanir og veiróp at lesa.
Síðan segði hann við meg: Mansbarn, gloyp hesum her, gloyp hesum her, gloyp hesi bókrulluni og far og tala til Ísraelsmanna! Tá læt eg upp munn mín, og hann læt meg gloypa bókrulluni og segði við meg: Mansbarn, lat kvið tín gloypa henni, fyll indur tíni við hesi bókrulluni, sum eg fái tær! Tá gloypti eg henni, og hon var søt eins og hunangur í munni mínum. Tá segði hann við meg: Mansbarn, far nú til Ísraelsmanna og tala orð míni til teirra! Tí at tú verður ikki sendur til fólks við ótýðiligari talu og torskildum tungumáli; men til Ísraelsmanna; ikki til margra tjóða við ótýðiligari talu og torskildum tungumáli, sum tú ikki skilir – um eg sendi teg til teirra, høvdu teir lurtað eftir tær. Men Ísraelsmenn munnu ikki vilja lýða á teg, tí at teir vilja ikki lýða á meg; tí at allir Ísraelsmenn hava hørð enni og treisk hjørtu. Sí, eg geri andlit títt hart eins og andlit teirra og enni títt hart eins og enni teirra. Eg geri enni títt sum diamant og harðari enn tinnustein; tú skalt ikki óttast teir og ikki skelva fyri andliti teirra, tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. Uppaftur segði hann við meg: Mansbarn, opna hjarta títt og lat upp oyru tíni fyri øllum hesum orðum, sum eg tali til tín; og far til hinar herleiddu, til landar tínar og tala til teirra og sig við teir: So sigur Harrin, drottin! – hvørt teir lýða á ella ikki. Tá hevjaði andin meg upp, og eg hoyrdi fyri aftan meg dun av miklum landskjálvta, tá ið dýrd Harrans hevjaðist upp frá staði sínum, og somuleiðis ymjan av veingjum veranna, sum nurtu hvør við annan og samstundis ljóðið av hjólunum og dunið av landskjálvtanum. Og andin hevjaði meg upp og tók meg burtur, og eg fór avstað ilskur og grammur í huga, við tað at hond Harrans lá tung á mær. Síðan kom eg til hinar herleiddu í Tel-Ábib við Kebaránna, har teir búðu; og har varð eg sitandi hamskiftur í sjey dagar ímillum teirra. Men tá ið sjey dagar vóru umlidnir, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, eg seti teg sum varðmann yvir Ísraelsmonnum; hoyrir tú orð av mínum munni, skalt tú vara teir við í mínum navni. Tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki varar hann við og ikki biður hann víkja frá sínum vánda vegi til tess at bjarga lívi sínum, tá skal hin gudleysi fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara vil eg krevja av tíni hond. Men varar tú hin gudleysa við, og hann tó ikki víkur frá gudloysi sínum og vánda vegi, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum. Og tá ið hin rættvísi víkur frá rættvísi síni og innir órætt, og eg leggi snávingarstein fyri hann, so at hann doyr, og tú hevur ikki varað hann við, tá doyr hann fullvæl fyri misgerð sína, og hansara rættvísu gerðir verða honum ikki tilroknaðar, men blóð hansara skal eg krevja av tíni hond. Men hevur tú varað hin rættvísa við til ikki at synda, og hann ikki syndar, tá skal hann lívi halda, av tí at hann varð varaður við; og tú hevur bjargað lívi tínum. Síðan kom hond Harrans yvir meg, og hann segði við meg: Far á føtur og gakk út í dalin; har vil eg tala við teg. Tá fór eg upp og gekk út í dalin; og sí, har stóð dýrd Harrans, hin sama, sum eg hevði sæð við Kebaránna; og eg fell fram á ásjón mína. Men andin kom í meg, og eg reisti meg upp á føtur; og hann talaði til mín og segði við meg: Far og loka teg inni í húsi tínum! Og tú mansbarn, sí, teir skulu leggja bond á teg og fjøtra teg við teimum, so at tú ikki fært gingið út og inn teirra millum. Eg man lata tungu tína loða við góman, so at tú verður dumbur og ikki fært verið revsari teirra; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn! Men tá ið eg tali til tín, skal eg lata upp munn tín; og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin, drottin! Hvør, ið hoyra vil, hann hoyri; og hvør, ið ber seg undan, hann beri seg undan! Tí at hetta er tvørlynt ættarkyn.
Og tú mansbarn, tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist á hann mynd av borgini Jerúsalem! Lat hana verða hersetta, bygg vígtorn ímóti henni og laða upp hervirki ímóti henni, lat herlið halda á hana og set upp múrbrótarar íkring móti henni. Tak tær síðan jarnpannu og set hana upp eins og jarnvegg ímillum teg og borgina; hygg fast at henni; hon skal verða kringsett; og tú skalt treingja hana. Hetta skal verða Ísraelsmonnum tekin. Og legg tú teg á vinstru lið og tak á teg misgerðir Ísraelsmanna; allar teir dagar, sum tú liggur soleiðis, skalt tú bera misgerðir teirra. Og misgerðarár teirra vil eg gera eins mong og dagarnar hjá tær: Í trý hundrað og níti dagar skalt tú bera misgerðir Ísraelsmanna. Tá ið tú hevur lokið hesum døgum, skalt tú leggja teg á høgru lið á øðrum sinni og bera misgerðir Júdamanna í fjøruti dagar; hvørt ár skal teljast dagur hjá tær. Snúgv andliti tínum og tínum nektaða armi ímóti hini kringsettu Jerúsalem og profetera ímóti henni! Og sí, eg leggi bond á teg, so at tú ikki fært vent tær av eini lið á aðra, fyrr enn kringsetingardagar tínir eru at enda. Fá tær síðan hveiti og bygg, bønir og flatbønir, hirsu og spelt; koyr alt í sama ílát og knoða breyð av tí og hav tað til matna allar teir dagar, sum tú liggur á liðini, trý hundrað og níti dagar. Og maturin, ið tú fært tær, skal vera eftir vekt, tjúgu siklar um dagin, og eina ferð um dagin skalt tú fáa tær. Og vatn skalt tú drekka eftir máti, eina sættingshin; eina ferð um dagin skalt tú drekka tað. Tú skalt eta tað sum byggkøkur, ið tú bakar við mannatrekki sum brenni fyri eygum teirra. Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Soleiðis skulu Ísraelsmenn eta óreint breyð hjá tjóðum teimum, ið eg sendi teir til! Men eg segði: Harri, drottin, eg havi enn ongantíð gjørt meg óreinan; frá barni av og alt fram at hesum degi havi eg aldri etið nakað sjálvdeytt ella sundurskrætt; óreint kjøt er ikki komið í mín munn! Tá segði hann við meg: Sí, eg loyvi tær at taka neytamykju í staðin fyri mannatrekk til at baka breyð títt við. Og hann segði við meg: Mansbarn, sí, eg bróti stav breyðsins í Jerúsalem; teir skulu eta breyð eftir skamtan og við angist og drekka vatn eftir máti og við nøtran, til tess at bæði breyð og vatn skulu skorta og hvør maður nøtra av ræðslu og koma burtur í einki vegna misgerðir sínar.
Og tú mansbarn, tak tær hvast svørð og nýt tað sum rakiknív og lat tað fara um høvur og skegg títt, tak tær síðan vágskál og skift hárið sundur; ein triðingin skalt tú brenna á báli í miðjari borgini, tá ið kringsetingardagarnir eru at enda; annan triðingin skalt tú taka og sláa hann kring hana við svørðinum; og síðsta triðingin skalt tú spjaða fyri vindinum, og eg skal vera í hølum teirra við bregðaðum svørði! Men nøkur hár skalt tú taka burturav og binda tær tey upp í skikkjufaldin; av teimum skalt tú aftur taka nøkur hár og blaka tey mitt út í eldin og brenna tey á báli; og síðan skalt tú siga við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Hetta er Jerúsalem; eg setti hana millum tjóðanna og læt lond liggja kring hana; men hon var gudleys og meira ólýðin móti lógboðum mínum enn heidnu tjóðirnar og meira ólýðin móti fyriskipanum mínum enn londini kring hana; tí at lógboðum mínum havnaðu teir og vildu ikki fara eftir fyriskipanum mínum. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit hava verið meira ólýðin enn hinar heidnu tjóðirnar, ið búgva kring tykkum, og ikki farið eftir fyriskipanum mínum og ikki hildið lógboð míni, men gjørt eftir siðum heidna manna, sum kring tykkum búgva, tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg rísi ímóti tær og haldi dóm í miðjum tær, so at tjóðirnar fáa tað at síggja. Vegna allar andstygdir tínar vil eg gera tær tað, sum eg áður ongantíð havi gjørt, tílíkt, sum eg aldri man gera aftur! Tí skulu í miðjum tær fedrar eta børn síni; og børn eta fedrar sínar; og eg skal fella revsidóm yvir teg og spjaða allar leivdir tínar í allar ættir. Tessvegna, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Av tí at tú hevur gjørt halgidóm mín óreinan við øllum hinum vanvirðisligu gudum tínum og andstygdum, tá skal eg vissuliga eisini beina fyri tær og hvørki eira tær ella eymka teg. Ein triðingur tín skal doyggja av drepsótt og farast av hungri í miðjum tær; annar triðingurin skal falla fyri svørði kring um teg; og síðsta triðingin vil eg spjaða um í allar ættir og síðan verða í hølum teirra við bregðaðum svørði. Eg gevi bræði míni rás og lati vreiði mína koma yvir teir og hevni meg, so at teir sanna, at eg, Harrin, havi talað í vandlæti mínum, tá ið eg lati vreiði mína koma yvir teir. Eg geri teg at toftum og spotti fyri grannatjóðum og øllum, ið ganga framvið. Og tú skalt verða til spott og háð og til ávaringar og ræðslu fyri grannatjóðum tínum, tá ið eg í vreiði og bræði lati dóm ganga yvir teg við herviligum revsingum. Eg, Harrin, havi talað. Tá ið eg sendi skaðaørvar hungursins á tykkum, og teir, sum eg sendi til at beina fyri tykkum, fara at týna tykkum, og eg lati hungurin revsa, tá bróti eg stav breyðsins hjá tykkum og sendi hungur og villdjór á tykkum til tess at gera tykkum barnleys; drepsótt og blóðbað skal ganga á teg; og svørðið lati eg koma yvir teg. Eg, Harrin, havi talað.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum ímóti Ísraels fjøllum og profetera ímóti teimum og sig: Tit fjøll Ísraels, hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin drottin við fjøllini og heyggjarnar, dalarnar og lægdirnar: Sí, eg lati svørðið koma yvir tykkum og oyði tykkum heyggjar tykkara. Altar tykkara skulu verða brotin sundur, og sólsúlur tykkara sorlaðar, og hinar vignu tykkara vil eg tveita fyri skurðgudar tykkara. Eg skal leggja ræini av Ísraelsmonnum fram fyri skurðgudar teirra og spjaða bein tykkara kring um altar tykkara. Allar staðir, har tit búgva, skulu borgirnar avtoftast og offurheyggjarnir verða oyddir, til tess at altar tykkara skulu brotna niður og verða oydd og skurðgudar tykkara sorlast og farast og sólsúlur tykkara verða sundurhøgdar, so at verk tykkara verða til einkis. Vignir skulu tit lúta og sanna, at eg eri Harrin. Men nakrar lati eg sleppa undan, við tað at tit komast undan svørðinum, tá ið tit verða spjaddir um londini tjóðanna millum; og tá munnu teir av tykkum, ið undan komust, minnast mín millum tjóðanna, har sum teir vórðu herleiddir, tá ið eg havi boygt teirra trúleysu hjørtu, ið viku frá mær, og teirra horfiknu eygu, sum hugdu eftir skurðgudunum; tá man teimum fara at standast við sjálvar seg vegna illverk teirra, sum teir hava framt við øllum andstygdum sínum; og teir munnu sanna, at eg, Harrin, havi ikki talað til einkis, tá ið eg havi latið hesa ógævu koma yvir teir! So sigur Harrin, drottin: Slá hondum tínum saman og trampa við fótum tínum og rópa veiróp yvir allar hinar ljótu andstygdir Ísraels ættar; tí at fyri svørði, hungri og drepsótt skulu teir falla. Tann, sum fjarstaddur er, skal doyggja av drepsótt; tann, sum nærstaddur er, skal falla fyri svørði, og tann, sum eftir verður og kemst undan, skal doyggja í hungri; soleiðis lati eg alla vreiði mína koma yvir teir. Teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið teirra falnu liggja millum skurðgudar teirra kring um altar teirra á øllum høgum heyggjum og á hvørjum hóli og undir hvørjum grønum træi og undir hvørjari leyvríkari eik, har sum teir bóru fram øllum skurðgudum sínum vælangandi royk. Og eg skal rætta út hond mína móti teimum og gera landið oyðið og tómt frá oyðimørkini og alt norður at Riblu, allar staðir, har teir búgva; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú mansbarn, sig: So sigur Harrin drottin við Ísraelsland: Endin kemur, endin kemur um alt landið. Nú kemur endin yvir teg, og eg sendi vreiði mína móti tær; eg dømi teg eftir atferð tíni og lati allar andstygdir tínar koma yvir teg. Eg skal hvørki eira tær ella eymka teg, men lata teg bøta fyri atferð tína; allar andstygdir tínar skulu verða í miðjum tær; og soleiðis skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin. So sigur Harrin drottin: Sí, ein ógævan skal koma fyri og onnur eftir. Endin kemur, endin kemur; hann er við at vakna móti tær; hann kemur! Forløg tíni koma yvir teg, sum býrt í landinum; stundin er komin, dagurin í nánd, dagur við ræðslu og ikki við fragdarljóðum á fjøllunum! Brátt helli eg nú út vreiði mína yvir teg og lati bræði mína goysa yvir teg, eg dømi teg eftir atferð tíni og lati andstygdir tínar koma yvir teg! Eg vil ikki eira tær og ikki sýna eymkan, men lata teg bøta fyri atferð tína, andstygdir tínar skulu vera í miðjum tær; og soleiðis skulu tit viðurkenna, at tað eri eg, Harrin, ið slái. Sí, dagurin! Sí, hann kemur! Forløg tíni koma! Sprotin blómar, og dramblætið grønkast! Valdsgerð rísur og verður at koyrli yvir gudloysi; einki verður eftir av teimum og einki av allari múgvu teirra, eyður teirra er uppi og dýrd teirra horvin. Tímin kemur, dagurin nærkast; keyparin fegnast ikki, og seljarin syrgir ikki; tí at vreiði kemur yvir alla hasa hámiklu múgvu. Tí at seljarin skal ikki venda aftur til hinar seldu lutirnar, um hann so heldur lívi; tí at sjónin um alla hasa hámiklu múgvu skal sannast; og eingin skal magna lív sítt við misgerð! Menn blása í hornið og búgva alt til, men eingin fer í hernað; tí at vreiði mín er tendrað móti allari hesi hámiklu múgvu. Uttandura svørðið og innandura drepsótt og hungur! Tey úti á bønum falla fyri svørði, og teimum inni í borgini skulu hungur og drepsótt gera enda á! Og komast nakrir undan og firra lívinum niðan í fjøllini eins og dalanna dúgvur, tá skulu teir kortini týna lívið, hvør fyri misgerð sína! Allar hendur vikna, øll knø fara sundur sum vatn. Teir lata seg í sekk, og ræðsla hylur teir; hvørt andlit er reytt av skomm, og hvørt høvur er berskøllut. Silvur sítt tveita teir út á gøturnar, og gull teirra verður teimum sum skarn; silvur teirra og gull kann ikki bjarga teimum á vreiðidegi Harrans; teir kunnu ikki metta seg ella fylla sín kvið við tí, tí at tað verður teimum at sekt. Teir gjørdust hástórir av sínum glæsiliga skreyti, og av tí gjørdu teir síni líkneski og andstyggiligu gudamyndir; tessvegna lati eg tað verða teimum at skarni. Eg lati fremmandar fáa tað sum ránsveiði og hinar gudleysastu á jørðini taka tað sum herfong; og teir skulu vanhalga tað. Eg snúgvi andliti mínum frá teimum, og tá munnu menn vanhalga dýrgrip mín og ránsmenn bróta inn hagar og vanhalga hann. Búgvið fjøtur til; tí at landið er fult av blóðsekt og borgin full av valdsgerðum. Eg lati hinar ringastu heidningar koma og ogna sær húsini og geri teirra hástóra mátt til einkis; og halgidómar teirra skulu vanhalgaðir verða. Ræðsla gongur á; teir royna at bjarga sær, men einki batar. Eitt óhappið fylgir øðrum; ófrættir koma hvør eftir aðra, profetarnir síggja ongar sjónir, leiðbeining svitast prestunum, og ráð vanta hinum elstu. Kongurin syrgir, landshøvdingin klæðist í ræðslu, og fólkið í landinum stendur við piprandi hondum. Eg fari við teimum eftir atferð teirra og dømi teir, sum teir hava tilvunnið; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Tað var á sætta ári á fimta degi hins sætta mánaðar, meðan eg sat heima við hús, og hinir elstu í Júda sótu frammi fyri mær, at hond Harrans drottins kom yvir meg. Og eg leit meg um og sí, har var mynd í manslíki; frá mjødnunum og niður eftir var eldur, og frá mjødnunum og upp eftir var at sjá eins og ljómin av lýsigulli. Hann rætti út eitthvørt, ið líktist hond, og treiv í hárið á mær; og andin hevjaði meg upp millum himins og jarðar og førdi meg í gudasjónum til Jerúsalem, at norðurliði hins innara forgarðs, har sum myndasúlan stóð, ið vakti vandlæti Harrans. Og sí, har var dýrd Guðs Ísraels, hin sama, sum eg í sjónini hevði sæð í dalinum. Hann segði við meg: Mansbarn, hevja upp eygu tíni og lít norðureftir! Tá hevjaði eg eygu míni móti norðuri, og sí, fyri norðan altarliðið stóð vandlætismyndasúlan, beint við inngongdina. Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú, hvat teir havast at? Miklar andstygdir fremur Ísraels hús her, so at eg má rýma langt burtur frá halgidómi mínum; men tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja! Síðan leiddi hann meg at durum forgarðsins, og tá ið eg leit meg um, bar eg eygað við hol í vegginum. Og hann segði við meg: Mansbarn, brót hol ígjøgnum veggin! Og tá ið eg hevði brotið hol ígjøgnum veggin, tá vóru har einar dyr. Og hann segði við meg: Far inn og síggj tær vándu andstygdir, ið teir her hava frammi! Og tá ið eg nú kom inn og leit meg um, sá eg allar staðir á veggjunum ristar myndir av alskyns skriðkykti og fenaði og av hinum andstyggiligu gudum Ísraelsmanna. Og har vóru sjeyti mans av hinum elstu av Ísraels húsi; og við Jáazanja Sjáfanssyni sín ámillum stóðu teir har framman fyri teimum hvør við sínum roykilsiskeri í hendi, meðan vælangandi guva av roykilsi steig upp. Tá segði hann við meg: Mansbarn, hevur tú sæð, hvat hinir elstu av Ísraels húsi havast at í myrkrinum, hvør í sínum myndaherbergi? Tí at teir siga: Harrin sær einki; Harrin hevur givið landið yvir! Og hann segði við meg: Tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja, sum teir havast at! Síðan leiddi hann meg at durum norðurliðsins á húsi Harrans; og sí, har sótu konur og grótu yvir Tammuz. Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú hetta? Men tú skalt fáa uppaftur verri andstygdir at síggja enn hetta. Hann leiddi meg nú í innara forgarð hús Harrans; og sí, har fyri durum tempuls Harrans millum forsalsins og altarsins vóru okkurt um tjúgu og fimm mans; teir horvdu eystureftir við bakinum móti templi Harrans og tilbóðu sólina. Og hann segði við meg: Mansbarn, sært tú hatta? Er tað nú Júda húsi ovlítið at fremja tær andstygdir, sum teir her hava havst at, at teir eisini fylla landið við valdsgerðum til tess at reita meg enn meira? Sí, hvussu teir lata dampin stíga upp í nasar mínar! Tessvegna vil eg eisini fara fram í vreiði og hvørki eira ella eymka; og tó at teir rópa mær í oyru við harðari rødd, vil eg ikki hoyra teir!
Síðan hoyrdi eg hann rópa við harðari rødd: Heimsøking borgarinnar nærkast! Hvør maður við sínum morðvápni í hendi! Og sí, seks menn komu út úr ovari liði, sum horvir í norðan, og hevði hvør teirra oyðingaramboð í hendi; teirra millum var ein, sum var í líni klæddur og hevði rittól við lið; og teir komu og tóku støðu hjá koparaltarinum. Men dýrd Ísraels Guðs hevði flutt seg upp av kerúbunum, har hon hvíldi, og yvir á tempulgáttina. Og hann rópaði á hin línklædda mannin, ið hevði rittólið við lið sína. Og Harrin segði við hann: Far mitt ígjøgnum borgina, mitt ígjøgnum Jerúsalem, og set merki á enni teirra manna, sum gremja seg og stynja yvir tær andstygdir, ið har verða framdar! Og við hinar hoyrdi eg hann siga: Farið aftan á hann gjøgnum borgina og jarðleggið og eirið ongum og sýnið onga medeymkan! Ellismenn og ungmenni, moyggjar, børn og konur skulu tit jarðleggja og avoyða; men nertið ongan, ið hevur merkið á sær! Og tit skulu byrja frá halgidómi mínum! Tá byrjaðu teir við hinum elstu, sum stóðu framman fyri templinum. Og hann segði við teir: Gerið templið óreint; fyllið forgarðarnar við vignum monnum og farið síðan avstað! Teir fóru tá út og høgdu niður menninar í borgini. Men meðan teir jarðløgdu, og eg var eina eftir, tá fell eg fram á ásjón mína og rópaði: Á, Harri drottin, ætlar tú eisini at týna alla eftirleivd Ísraels, nú tú letur vreiði tína goysa yvir Jerúsalem? Hann svaraði mær: Misgerðir Ísraelsmanna og Júdamanna eru ovurstórar; og landið er fult av blóðsekt og borgin av valdsgerðum; tí at teir siga: Harrin hevur givið landið yvir; Harrin sær einki! Tí skal eisini eg hvørki eira ella sýna medeymkan, men lata teir bøta fyri atferð sína! Tá kom hin línklæddi maðurin, ið hevði rittólið við lið, aftur og boðaði: Eg havi gjørt, eins og tú beyðst mær!
Og eg leit meg um, og sí, fyri oman hválvið uppi yvir høvdum kerúbanna var eins og saffirsteinur, meinlíkur hásæti á at líta, ið sást yvir teimum. Tá segði hann við hin línklædda mannin: Far inn ímillum hjólanna undir kerúbunum, tak lúkur tínar fullar av glóðum úr rúminum millum kerúbanna og spjað tær út um borgina! Og eg sá hann fara hagar. Men kerúbarnir stóðu sunnanvert við templið, tá ið maðurin gekk inn; og skýggið fylti innara forgarð. Tá hevjaðist dýrd Harrans upp av kerúbunum yvir at tempulgáttini; og skýggið fylti templið, og forgarðurin fyltist av ljómandi dýrd Harrans. Og veingjaymjan kerúbanna hoyrdist alt út í ytra forgarð eins og rødd Guðs hins alvalda, tá ið hann talar. Hann beyð nú hinum línklædda manninum og segði: Tak eld úr rúminum millum hjólanna, millum kerúbanna! Tá fór hann og tók støðu hjá einum hjólinum; og hann rætti hond sína inn í eldin, ið brendi millum kerúbanna, og hevði nakað av honum út aftur við sær. Undir veingjum kerúbanna sást eitthvørt, ið líktist mannahond. Og eg leit meg um, og sí, tætt hjá kerúbunum vóru fýra hjól, eitt hjól hjá hvørjum kerúbi; og tey vóru á at líta eins og ljómandi krýsolit. Øll fýra hjólini líktust, og innan í hvørjum hjóli var tað eins og annað hjól. Tá ið tey gingu, kundu tey fara í allar fýra ættir; tey viku ikki til viks, tá ið tey gingu, men gingu tann vegin, sum tað fremsta fór, og soleiðis viku tey ikki til viks, tá ið tey gingu. Alt likam teirra, ryggur, hendur og veingir og somuleiðis hjólini vóru alsett við eygum; so var við hinum fýra hjólunum. Og eg hoyrdi, at hjólini vóru nevnd: Galgal. Hvør teirra hevði fýra andlit, eitt var kerúbsandlit, annað mansandlit, triðja ljónsandlit og fjórða arnarandlit. Og kerúbarnir hevjaðu seg upp frá. Tað var sama veran, sum eg hevði sæð við Kebaránna. Tá ið kerúbarnir gingu, gingu hjólini eisini við lið teirra; og tá ið teir hevjaðu veingirnar til tess at lyfta seg upp frá jørðini, tá viku hjólini ikki til viks frá teimum. Tá ið teir steðgaðu, steðgaðu tey við; og tá ið teir hevjaðust upp, hevjaðu tey seg saman við teimum; tí at andi veranna var í teimum. Dýrd Harrans fór nú burtur av tempulgáttini og tók støðu uppi á kerúbunum. Og eg sá, hvussu kerúbarnir høvdu upp veingir sínar og hevjaðust upp frá jørðini, tá ið teir fóru út, og hjólini við teimum. Og teir steðgaðu úti fyri eysturliði tempuls Harrans; og dýrd Guðs Ísraels var uppi yvir teimum. Tað var hin sama veran, sum eg hevði sæð undir Ísraels Guði við Kebaránna; og eg skilti, at tað vóru kerúbar. Hvør teirra hevði fýra andlit og fýra veingir og undir veingjunum eitthvørt, ið líktist mannahondum. Og andlitskap teirra var á at líta eins og andlit teirra, sum eg hevði sæð við Kebaránna. Teir gingu allir beint fram.
Síðan lyfti andin meg upp og førdi meg at eysturliði tempuls Harrans, tí, sum horvir eystureftir, og sí, fyri durum liðsins stóðu tjúgu og fimm mans; og teirra millum sá eg Jáazanja Azzursson og Pelatja Benajason, oddamenn fólksins. Og hann segði við meg: Mansbarn! Hesir eru teir menn, sum hava ilt í hyggju og leggja upp vánd ráð í hesi borgini og siga: Eru ikki húsini nýliga endurreist? Borgin er potturin, og vit eru kjøtið. Profetera tú tessvegna móti teimum, profetera móti teimum, tú mansbarn! Tá kom andi Guðs yvir meg, og hann segði við meg: Sig: So sigur Harrin: Soleiðis tala tit av Ísraels húsi; men eg kenni hugsanir tykkara; mangar hava tit dripið í hesi borg og fylt gøtur hennara við vignum monnum! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja í borgini, tey eru kjøtið, og borgin er potturin; men eg skal reka tykkum út úr henni. Fyri svørðinum ræðast tit, og svørðið skal eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin, drottin. Eg skal reka tykkum út úr borgini og geva tykkum upp í hendur á fremmandum og dómfella tykkum. Fyri svørði skulu tit falla; við Ísraels landamark vil eg døma tykkum; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Borgin skal ikki verða tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í henni; við Ísraels landamark skal eg døma tykkum. Tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, eftir fyriskipanum mínum hava tit ikki farið, og lógboð míni hava tit ikki hildið, men hava heldur hildið lógboð grannatjóða tykkara. Men meðan eg profeteraði soleiðis, fell Pelatja Benajason deyður niður. Tá fell eg fram á ásjón mína og rópaði við harðari rødd: Á Harri, drottin, ætlar tú at avoyða tað, sum eftir er av Ísrael? Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, brøður tínir, teir menn, ið herleiddir vóru saman við tær og alt Ísraels hús, allir Jerúsalembúgvar, ið søgdu um teir: Teir eru langt burtur frá Harranum; okkum er landið givið til ognar! Tí skalt tú siga: So sigur Harrin, drottin: Ja, eg havi rikið teir langt burtur til heidnar tjóðir og spjatt teir út um londini, og bert smávegis havi eg verið teimum halgidómur í teimum londum, sum teir komu til! Tessvegna skalt tú siga: So sigur Harrin, drottin: Eg vil savna tykkum saman úr tjóðunum og stevna tykkum saman úr londunum, har tit vóru spjaddir, og geva tykkum Ísraels land. Og tá ið teir koma hagar, skulu teir beina burtur haðan allar andstygdir og vanvirðisligar gudar; eg skal geva teimum nýtt hjarta og leggja teimum nýggjan anda í bróstið, taka burtur steinhjartað úr likami teirra og geva teimum hjarta av holdi, til tess at teir mega fara eftir fyriskipanum mínum og halda tær og gera eftir teimum. Tá skulu teir vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra. Men teir, sum í hjartanum fylgja hinum fúlu andstyggiligu gudum, skal eg lata bøta fyri atferð sína, sigur Harrin, drottin. Nú hevjaðu kerúbarnir veingir sínar og hjólini samstundis við teimum; og dýrd Ísraels Guðs var uppi yvir teimum. Dýrd Harrans hevði seg upp úr miðjari borgini og tók støðu á fjallinum fyri eystan borgina. Síðan hevjaði andin meg upp og førdi meg í sjónini við Guðs anda til hinar herleiddu í Kaldeu. Tá fór sjónin, sum eg hevði sæð, upp frá mær og hvarv. Og eg flutti hinum herleiddu øll tey orð, sum Harrin hevði birt mær.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, tú býrt saman við tvørlyndum fólki, sum hava eygu at síggja við og kortini ikki síggja, og oyru at hoyra við og kortini ikki hoyra; tí at tey eru tvørlynt ættarkyn. Men tú, mansbarn, skalt búgva teg út á alljósum degi fyri eygsjón teirra á sama hátt sum teir, ið herleiddir verða; og far síðan frá heimi tínum fyri eygsjón teirra út á annan stað; kanska teir tá fara at lata upp eygu síni; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn. Tú skalt á alljósum degi fyri eygsjón teirra bera út lutir tínar eins og tað, ið herleiddir hava við sær; og sjálvur skalt tú fara heiman um kvøldið fyri eygsjón teirra, sum skuldi tú farið í útlegd. Brót tær fyri eygsjón teirra hol í veggin og far út ígjøgnum tað; og tak so fyri eygsjón teirra lutir tínar upp á herðarnar og far út í myrkri við huldum andliti uttan at síggja landið; tí at eg geri teg til tekin fyri Ísraels hús. Eg gjørdi tað, sum mær var boðið; bar á alljósum degi lutir mínar útum eins og tað, ið herleiddir hava við sær, breyt mær um kvøldið hol gjøgnum veggin við hondini og fór avstað beint fyri eygsjón teirra í bølamyrkri við lutum mínum á økslini. Men morgunin eftir kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, hevur Ísraels hús, hitt tvørlynda ættarkynið, ikki spurt teg: Hvat er hetta, tú hevst at? Sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Hetta skal verða høvdinganum fyri – hesi byrði hjá Jerúsalem – og øllum Ísraels ættarkyni, sum har er fyri innan. Sig: Eg eri tekin tykkara; eins og eg havi gjørt, soleiðis skal verða gjørt við teir: herleiddir skulu teir verða og fara í útlegd. Og høvdingin, sum er í miðjum teimum, skal taka lutir sínar upp á herðarnar og fara avstað í bølamyrkri; hann skal bróta hol í veggin til tess at koma útum og hylja andlit sítt, so at hann sær ikki landið. Men eg vil kasta net mítt yvir hann, so at hann verður veiddur í veiðiføri mínum; og eg skal føra hann til Bábelborgar í Kaldealandi, sum hann ikki skal fáa at síggja; og har skal hann doyggja. Og allar hjálparar hans, ið kring hann eru, og allar herfjøldir hans vil eg spjaða í allar ættir og elta teir við bregðaðum svørði. Tá skulu teir sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg reki teir út ímillum heidninganna og spjaði teir út um londini. Einans nakrar fáar lati eg komast undan svørðinum, hungrinum og drepsóttini til tess at siga frá andstygdum sínum millum tjóða teirra, sum teir koma til. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, et breyð títt í ræðslu og drekk vatn títt við nøtran og angist; og tú skalt siga við fólkið í landinum: So sigur Harrin, drottin, um íbúgvar Jerúsalems í Ísraels landi: Breyð sítt skulu teir eta við angist og drekka vatn sítt við ræðslu; og landið og alt, sum í tí er, skal leggjast oyði vegna misgerðir alra teirra, sum har búgva; bygdar borgir skulu gerast toftir og landið verða reyn; og tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, hvat er hetta fyri orðafelli, sum tit hava á máli um Ísraels land: Tíðin dregur út, og allar sjónir svitast? Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Eg skal gera enda á hesum orðafelli, so at tað ikki meira verður havt á máli í Ísrael. Nei, sig heldur við teir: Tíðin nærkast, og allar sjónir munnu sannast! Tí at hereftir skal eingin fáfongdarsjón ella nakar lygispádómur koma fram í Ísraels húsi; men eg, Harrin, vil tala tað, sum mær hóvar at tala, og tað skal ganga út; nú skal einki verða meira, tykkara tvørlynda ættarkyn! Eg skal tala orð og lata tey sannast, meðan tit enn eru á døgum, sigur Harrin, drottin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, sí, Ísraels hús sigur: Sjónin, ið hann sær, viðvíkur komandi øldum; hann profeterar um fjarlagdar tíðir! Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Eingin frest skal meira verða á nøkrum av orðum mínum; men tað, sum eg havi talað, skal ganga út, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera móti profetum Ísraels, móti teimum, ið profetera upp úr sínum egna brósti: Hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin, drottin: Vei hinum fáfongdu profetunum, ið ganga eftir sínum egnu hugarenslum og einki hava sæð! Profetar tínir, Ísrael, eru sum revar í toftum; teir gingu ikki fram í vígskørðini og laðaðu ikki víggarðar kring um Ísraels hús, so at tað kundi standast í orrustuni á degi Harrans. Sjónir teirra vóru fáfongd og spádómar teirra lygn; teir søgdu: So sigur Harrin, tó at Harrin hevði ikki sent teir; og tó væntaðu teir, at orð teirra skuldu ganga út. Eru tað ikki fáfongdarsjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, ið tit hava talað? Og tit siga: So sigur Harrin, tó at eg havi ikki talað! Tá sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit tala fáfongd og skoða lygnir, tí skal eg koma yvir tykkum, sigur Harrin, drottin; eg rætti út hond mína móti profetunum, ið skoða fáfongd og profetera lygn; teir skulu ikki vera í samfelagi við fólk mítt og ikki verða ritaðir í ættartalið hjá Ísraels húsi; og inn í Ísraels land skulu teir ikki koma. Soleiðis skulu teir sanna, at eg eri Harrin, drottin. Fyri ta søk og vegna tess, at tit hava villleitt fólk mítt við at boða frið, har sum eingin friður er, og hava rýtt við kálki tann vegg, sum tað laðar sær, tí skalt tú siga við teir, sum rýða við kálki: Glopraregnið skal skola hann burtur; haglsteinar skulu koma av himni og harðveður bresta á. Og tá ið veggurin er niðurrapaður, munnu tit tá ikki fara at verða spurdir: Hvar er kálkið, sum tit rýddu á? Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Í vreiði míni lati eg harðveður bresta á og í bræði míni glopraregnið koma skolandi og lati í ilsku míni heglingssteinar elva oyðing. Veggin, ið tit hava rýtt við kálki, bróti eg niður og javni hann við jørðina, so at grundvøllur hans liggur berur; og saman við honum skulu eisini tit farast. Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg skal hella út alla vreiði mína yvir veggin og yvir teir, ið rýtt hann hava við kálki, so at tað verður sagt við tykkum: Hvar er nú veggurin, og hvar eru teir, ið rýddu hann við kálki, profetar Ísraels, ið profeteraðu um Jerúsalem og skoðaðu friðarsjónir, tó at eingin friður var? sigur Harrin, drottin. Men tú, mansbarn, snúgv andliti tínum móti døtrum fólks tíns, ið profetera eftir sínum egnu hugarenslum, profetera móti teimum og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei teimum, ið seyma festi um allar skøvningar og búgva til skýlur til at hylja høvur av øllum støddum til tess at veiða sálir. Ætla tit at veiða sálir fólks míns og halda lívi í sálum, sjálvum tykkum til vinnings? Tit, ið vanhalga meg fyri fólki mínum fyri nakrar nevar av korni og nakrar breyðbitar til tess at deyða sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívi í sálum, ið ikki eiga at liva, við at ljúgva fyri fólki mínum, ið fegið lurtar eftir lygnum! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg skal fáa hendur á festi tykkara, sum tit veiða sálir við, og skræða tey av ørmum tykkara og sleppa sálunum leysum eins og fuglum. Og eg skal skræða sundur slør tykkara og bjarga fólki mínum úr bondum tykkara, so at teir ikki meira verða veiðifongur í hondum tykkara; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Av tí at tit við svikum bróta hug hins rættvísa, tó at eg ikki havi hugbrotið hann, og styrkja hendur hins gudleysa, so at hann ikki víkur frá sínum vánda vegi, til tess at eg má halda honum í lívi, tessvegna skulu tit ikki meira skoða fáfongd og ikki meira profetera lygn; men eg skal bjarga fólki mínum úr hondum tykkara, og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
Nakrir av Ísraels elstu komu til mín og settu seg niður framman fyri mær. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, hesir menn hava slept hjágudunum inn í hjartað og hava sett upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær; skuldi eg tá latið teir leita sær ráð hjá mær? Tí skalt tú tala til teirra og siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Hvør tann av Ísraels monnum, ið hevur hjágudarnar í hjarta sínum og setir upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær og fer kortini til profetin, honum skal eg, Harrin, sjálvur svara hóast hansara mongu hjágudar til tess at taka um hjartað á Ísraelsmonnum, sum eru vorðnir mær fremmandir vegna allar hjágudar teirra. Tessvegna skalt tú siga við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Vendið við, snúgvið tykkum frá hjágudum tykkara og snúgvið andlitum tykkara frá øllum andstygdum tykkara! Tí at hvør Ísraelsmaður og hvør útiseti í Ísrael, sum víkur frá mær og letur hjágudarnar koma inn í hjarta sítt og setir upp snávingarstein misgerða sína fyri framman sær og kemur kortini til profetin og biður hann leita sær ráð við meg, honum skal eg, Harrin, sjálvur geva svar! Eg snúgvi andliti mínum ímóti tílíkum manni og geri hann til tekin og orðatak og avoyði hann úr fólki mínum, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin! Men letur profeturin seg tøla til at flyta fram spádóm, tá eri tað eg, Harrin, sum havi tølað henda profetin; og eg man rætta út hond mína móti honum og avoyða hann úr fólki mínum, Ísrael. Og teir skulu báðir bera misgerð sína og vera javnsekir, bæði tann, ið spyr, og profeturin, til tess at teir ikki villast burtur frá mær og ikki gera seg óreinar í øllum misbrotum sínum; men teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra, sigur Harrin, drottin. Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Tá ið land syndar í trúloysi móti mær, og eg rætti út hond mína móti tí og bróti hjá tí stav breyðsins og sendi hungur yvir tað og avoyði har bæði fólk og fenað, og hesir tríggir høvdu verið í tí landinum: Nóa, Dánjal og Job, skuldu tá einans teir vegna rættvísi sína komist við lívinum – sigur Harrin, drottin. Ella eg lati villdjór fara um landið og geri tað fólkatómt, so at tað verður oyði, og eingin torir at fara um har fyri villdjórum, og hesir tríggir menn høvdu verið í tí – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað sonum sínum ella døtrum, uttan eina sjálvum sær, men landið skuldi verið at oyðimørk. Ella eg lati svørðið ráðast á hetta landið og sigi: Svørðið skal fara gjøgnum landið, – og eg oyddi har fólk og fenað, og hesir tríggir menn høvdu verið í tí – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað sonum ella døtrum sínum, uttan einans sjálvum sær. Ella eg lati drepsótt koma yvir hetta landið og helli út blóðigu vreiði mína yvir tað til tess at oyða har fólk og fenað, og Nóa, Dánjal og Job høvdu verið í tí landi – so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skuldu teir hvørki fingið bjargað syni ella dóttur, uttan einans sínum egna lívi fyri rættvísi sína. Tó sigur Harrin, drottin, soleiðis: Tó at eg sendi hesar fýra vándu revsidómar mínar, svørðið, hungurin, villdjórini og drepsóttina yvir Jerúsalem til tess at oyða har fólk og fenað, tá skulu kortini nakrir verða eftir, ið komast undan og føra út synir sínar og døtur; teir skulu koma til tykkara; og tá ið tit síggja atferð teirra og gerðir, skulu tit uggast eftir ta ógævu, sum eg havi beitt yvir Jerúsalem, yvir alt, sum eg havi latið koma yvir hana. Teir skulu verða tykkum til ugganar, tá ið tit síggja atferð teirra og gerðir teirra; og tit skulu skilja, at eg ikki uttan orsøk havi gjørt alt hetta, sum eg havi latið henni vera fyri, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, hvat hevur vínviðurin fram um øll onnur trø, vínberjateinurin, ið stendur millum skógartrøini? Fæst nakar gagnviður burtur úr honum ella so mikið sum ein nagli til at heingja eitthvørt uppá? Nei, hann verður nýttur til at kyka við; og tá ið eldurin hevur brent báðar endarnar og sviðið miðjuna, hvør dugur er tá í honum? Sí, meðan hann var óskalaður, kundi einki smíðast burtur úr honum, tíansheldur nú tá ið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður. Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eins og tað er við vínviðinum millum skógartrøini, sum eg havi givið eldinum til føðslu, soleiðis vil eg gera við íbúgvar Jerúsalems; eg snúgvi andliti mínum ímóti teimum; teir komust úr eldinum, men eldurin skal oyða teir; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg snúgvi andliti mínum ímóti teimum. Og eg geri landið til oyðimørk aftur fyri, at tit hava slitið trúnað við meg, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soleiðis: Mansbarn, ger Jerúsalem andstygdir hennara kunnar og sig: So sigur Harrin, drottin, um Jerúsalem: Uppruni og ættarupphav títt er úr Kánáanlandi; faðir tín var Ámoriti og móðir tín hetitisk. Og tað er at siga um føðing tína, at tann dagin, tú varðst borin í heim, var nalvastrongur tín ikki avskorin; tú varðst ikki tváað við vatni, heldur ikki gníggjað við salti ella reivað; eingin eymkaði teg so mikið, at hann veitti tær nakað av hesum til tess at várkunna tær, men tú varðst tveitt út á víðavang; so lítið var lív títt mett á tí degi, tá ið tú vart fødd. Tá kom eg fram á teg, har tú lást og spraklaði í blóði tínum, og eg segði við teg: Tú, sum liggur har í blóði tínum, tú skalt lívi halda og vaksa sum blóman á markini. Og tú komst til og varðst stór av vøkstri og hin fríðasta á ásjón, bróst tíni vórðu hyldlig, og hár títt vaks; men tú vart nakin og ber. Tá kom eg aftur fram á teg og sá teg; og sí, tíð tín var komin, ástartími tín; tá breiddi eg skikkjufald mín yvir teg og huldi nakni títt, og eg trúlovaðist tær og gjørdi sáttmála við teg, sigur Harrin, drottin; og tú varðst mín. Síðan tváaði eg tær við vatni og skolaði blóðið burtur av tær og salvaði teg við olju. Eg læt teg í glitklæði, fekk tær skógvar av sækúgvaskinni og fald av egyptiskum líni og huldi teg í silki; eg skrýddi teg við skreyti, legði armringar um skøvningar tínar og festi um háls tín, gav tær nasaring og oyrnagull og setti glæsiliga krúnu á høvur títt; tú varðst skrýdd í gulli og silvuri; klædnaður tín var úr egyptiskum líni og silki í marglittum vevnaði; fínt mjøl, hunangur og olja var matur tín; og tú varðst avbæra fríð á ásjón og so eydnurík, at tú náddi drotningartign. Tú varðst navnfrom úti millum heidna tjóða vegna fagurleika tín; tí at hann var fullkomin fyri tað skart, sum eg hevði skrýtt teg við, sigur Harrin, drottin. Men tú lætst fagurleikan vera álit títt; tú varðst horfikin av frægd tíni og helti út hordóm tín yvir hvønn vallara, ið kom framvið og gjørdist hansara. Av klæðum tínum gjørdi tú tær marglittar offurheyggjar og dreivst hor á teimum, og tú tókst gersimar tínar av tí gulli og silvuri, sum eg hevði givið tær, og gjørdi tær kallmannamyndir og dreivst hor við teimum. Tú huldi tær við glitklæðum tínum og setti olju mína og roykilsi beint fram fyri tær; breyð mítt, sum eg gav tær, hveitimjølið, oljuna og hunangin, sum eg fekk tær til matna, tað setti tú fram fyri tær til vælangandi royk, sigur Harrin, drottin. Og tú tókst synir tínar og døtur, sum tú hevði alt mær, og blótaði tey teimum til føðslu. Var hordómur tín tær ikki nóg mikið, at tú eisini slátraði børn míni og lætst tey fara gjøgnum eldin teimum til heiðurs? Men í øllum andstygdum tínum og øllum hordómi tínum mintist tú ikki barnadagar tínar, tá ið tú lást nakin og ber og spraklaði í blóði tínum. Men oman á alla hesa vándsku tína – vei, vei tær, sigur Harrin, drottin – bygdi tú tær skøkjuhús og reisti tær skemdarhøli á øllum torgum. Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær skemdarhøli og ósømdi fagurleika tín; tú legði teg gleiðbeinta fyri hvørjum, ið kom framvið og horaðist; uppaftur verri: Tú dreivst hor við Egyptum, hinum limamiklu gronnum tínum; og horaðist alsamt til tess at reita meg. Men eg rætti út hond mína móti tær og skerdi konurættindi tíni og gav teg í vald teirra, sum hataðu teg, Filistadøtur, sum skammaðust yvir skemdaratferð tína. Síðan fórt tú at horast við Assýriumonnum, tí at tú mettaðist ikki; tú dreivst hor við teimum, men fekst ongantíð nóg mikið. Ja, tín hordómur førdi teg til Kaldealands, og kortini mettaðist tú ikki. – Hvussu trásjúkt hjarta títt var, sigur Harrin, drottin, tá ið tú gjørdi alt hetta, sum ringastu skøkjur gera – tá ið tú bygdi tær skøkjuhús á hvørjum vegamóti og gjørdi tær skemdarhøli á øllum torgum. Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, ið savna saman skøkjuløn; slíkt horkvendi, sum tekur fremmandar heldur enn mann sín! – tí at tað er vanligt at greiða øllum skøkjum gjald; men tú afturímóti gavst øllum alskarum tínum gjald og ginti teir við gávum til at koma til tín úr øllum ættum og fremja hor við tær. Tú hevði annað háttalag á tær enn aðrar konur. Eingin rann í horfikni eftir tær; men tú gavst teimum ástarløn og tókst sjálv við ongari; soleiðis vart tú ólík øðrum. Hoyr tí orð Harrans, tín skøkja! So sigur Harrin, drottin: Fyri at tú oyddi skomm tína og í horfikni fletti upp um blygd tína frammi fyri øllum ástarmonnum tínum og fyri øllum hinum andstyggiligu hjágudum tínum og vegna blóð barna tína, sum tú blótaði teimum – sí, tessvegna vil eg savna saman allar ástarmenn tínar, sum høvdu gleði av tær, bæði teir, ið tú elskar, og teir, ið tú hatar; eg vil savna teir saman úr øllum ættum ímóti tær og nekta blygd tína fyri teimum, so at teir fáa at síggja blygd tína alla, sum hon er! Eg vil lata teg fáa sama dóm, sum konur, ið slíta hjúnaband og úthella blóð; vreiði mín og vandlæti mítt skal teg raka! Eg gevi teg upp í hendur teirra; og teir skulu ríva niður skøkjuhús títt og bróta sundur skemdarhøli tíni, lata teg úr klæðum tínum; taka skartgripir tínar og lata teg liggja eftir nakna og bera. Teir skulu stevna saman mannfjøld móti tær og grýta teg við gróti og høgga teg sundur við svørðum sínum. Teir skulu seta eld á hús tíni og lata revsidóm koma yvir teg fyri eygunum á mongum konum. Soleiðis geri eg enda á horulívi tínum; og tú skalt ikki meira sleppa at geva ástarløn. Eg svali vreiði mína á tær, til vandlæti mítt víkur frá tær, so at eg fái frið og ikki meira eri reiður. Aftur fyri at tú ikki mintist ungdómsdagar tínar og reitti meg við øllum hesum, tá vil eg eisini lata atferð tína koma oman yvir teg sjálva, sigur Harrin, drottin. Tú skalt ikki framvegis fremja skemdargerðir oman á allar andstygdir tínar! Sí, hvør, ið hevur fragd í orðatøkum, skal um teg nýta hetta orðatakið: Eins og móðirin soleiðis dóttirin. Tú ert dóttir móður tínar, ið rak burtur húsbónda sín og børn síni; og tú ert systir systra tína, ið róku burtur húsbøndur sínar og børn síni. Móðir tykkara var Hetiti og faðir tykkara Ámoriti. Eldra systir tín var Sámária og døtur hennara, ið búðu fyri norðan teg; og yngra systir tín, ið búði fyri sunnan teg, var Sódoma og døtur hennara. Víst gekst tú ikki av fyrstu tíð leiðir teirra, og tílíkar andstygdir sum teirra framdi tú ikki, men brátt varðst tú verri enn tær á øllum leiðum tínum. So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, Sódoma systir tín og døtur hennara hava ikki borið seg so illa at sum tú og døtur tínar. Sí, synd Sódomu systur tínar var dramblæti; hon og døtur hennara høvdu nøgdir av mati og livdu sorgleyst í náðum, men hjálptu tó ikki hinum neyðstadda og fátæka. Tær vóru drambsligar og framdu andstygdir fyri eygum mínum, men so skjótt sum eg varð varur við tað, rak eg tær frá mær. Sámária hevur ikki syndað til helvtar móti tær; tú hevur framt nógv fleiri andstygdir enn tær og soleiðis rættvísgjørt systrar tínar við øllum teimum andstygdum, ið tú hevur framt. Ber tú tá sjálv nú ósømd tína, tú, sum hevur veitt systrum tínum umbering við syndum tínum, ið eru andstyggiligari enn teirra, so at tær standa rættvísari enn tú. Skammast nú og ber ósømd tína, fyri tað at tú hevur rættvísgjørt systrar tínar. Og eg skal venda lagnu teirra, lagnu Sódomu og døtra hennara og lagnu Sámáriu og døtra hennara; eisini tíni lagnu skal eg venda teirra millum, til tess at tú skalt bera ósømd tína og skamma teg yvir alt tað, sum tú hevur gjørt, og vera teimum til ugganar. Og systrar tínar, Sódoma og døtur hennara, skulu verða aftur tað, sum tær í forðum vóru, og Sámária og døtur hennara skulu verða aftur tað, sum tær í forðum vóru; eisini tú og døtur tínar skulu verða aftur tað, sum tit í forðum vóru. Navn Sódomu, systur tínar, tókst tú ikki upp á tunguna á dramblætisdøgum tínum, áður enn blygd tín var nektað eins og nú, ið tú verður vanvird av døtrum Edóms og øllum har íkring og døtrum Filista, sum háðaðu teg allastaðni frá. Ósømdir tínar og andstygdir skalt tú bera, sigur Harrin. Ja, so sigur Harrin, drottin: Eg skal gera við teg, eins og tú hevur gjørt, tú, sum vanvirdi eiðin og sleitst sáttmálan. Men tá vil eg minnast sáttmálan, sum eg gjørdi við teg í ungdómi tínum; og eg vil binda ævigan sáttmála við teg. Og tú skalt minnast atburð tín og blúgvast við sjálva teg, tá ið eg taki systrar tínar, bæði tær, ið eru eldri enn tú, og tær, ið eru yngri enn tú, og lati teg fáa tær sum døtur, tó ikki av tí at tú heltst sáttmálan. Og eg vil binda sáttmála við teg, og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin, til tess at tú við skomm skalt minnast tað og ikki lata munnin upp aftur av skomm yvir sjálva teg, tá ið eg fyrigevi tær alt, sum tú hevur gjørt, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, ber upp gátu og tala í líkingarmáli til ættarkyn Ísraels og sig: So sigur Harrin, drottin: Hin mikla ørnin við stórum veingjabreiði, við miklum flogfjaðrum og tættum marglittum fjøðurhami, hon kom upp á Libanon og tók krúnuna av sedristrænum, breyt av ytstu gróðurnálir og flutti tær til krambúðarlandið og setti tær niður í keypmannaborgini. Síðan tók hon av gróðri landsins og setti tað niður í veltu, har sum nógv var av vatni eins og pílaviði, til tess at tað skuldi spretta og verða gróðurmikil, lágvaksin vínviður við víngreinum, ið snúðu sær móti honum, og við róttræðrum undir honum. Og tað vaks og varð vínviður, fekk gróðurkvistar og skeyt greinum. Men har var onnur mikil ørn við veldigum veingjabreiði og miklum fjøðurhami; og sí, vínviður hesin toygdi róttræðrir sínar at henni og rætti víngreinar sínar ímóti henni, til tess at hon skuldi væta hann betri enn lendið, har sum hann var settur niður; og tó var hann gróðursettur í góðari jørð við nógvum vatni til tess at skjóta greinum, bera ávøkst og verða dýrmætur vínviður. Sig tí: So sigur Harrin, drottin: Man tað fara at eydnast? Man ikki hin fyrra ørnin fara at skræða upp røtur hans og týna ávøkst hans, so at alt hansara nýsprotna leyv følnar? Ikki munnu tørvast sterkir armar og mikil manning til at slíta hann upp við rót. Sí, gróðursettur er hann, men man tað fara at eydnast? Man hann ikki, so skjótt sum eystanvindurin nertur við hann, fara at følna á staðnum, har sum hann spratt upp? Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Sig við hitt tvørlynda ættarkynið: Skilja tit ikki, hvat hetta merkir? Sig: Kongurin av Bábel kom til Jerúsalem, tók kong og høvdingar hennara og hevði teir heim aftur við sær til Bábelborgar. Síðan tók hann ein av kongsættini, gjørdi sáttmála við hann og tók eið av honum; men tignarmenn landsins flutti hann burtur, til tess at kongsvaldið skuldi vera lítið og ikki hevjast aftur, men sáttmálin við hann skuldi verða hildin og standa við. Men hann gjørdi uppreist móti honum og sendi ørindrekar til Egyptalands, at biðja um hestar og mikið herlið. Man tað fara at eydnast? Skal tann, sum tílíkt ger, komast undan ósekur? Skal hann slíta sáttmálan og kortini sleppa undan ósekur? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Har sum hin kongurin býr, ið gav honum kongsvald, honum, ið vanmetti eiðin og sleit sáttmálan við hann, har í Bábel hjá honum skal hann doyggja. Og ikki skal Fárao við stórum heri og miklari mannfjøld koma honum til hjálpar, tá ið hervirki verða laðað og vígtorn bygd til tess at bana mongum monnum. Tí at hann vanmetti eiðin og sleit sáttmálan, tó at hann hevði givið hondina; alt hetta hevur hann gjørt og skal tí ikki sleppa ósekur! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: So satt sum eg livi: Eiðin við meg, sum hann vanmetti, og sáttmálan við meg, sum hann sleit, skal eg vissuliga lata koma oman yvir hann! Eg skal leggja net mítt fyri hann, so at hann verður fangaður í veiðiføri mínum; og eg flyti hann til Bábelborgar og dømi hann har fyri trúloysi hansara móti mær. Og allir fráskilamenn tínir í øllum herflokkum tínum skulu falla fyri svørði, og teir, sum eftir verða, skulu spjaðast í allar ættir, og tit skulu viðurkenna, at eg, Harrin, havi talað. So sigur Harrin, drottin: Eg taki sjálvur grein úr krúnu sedristræsins, slíti av klæna gróðurnál og seti hana niður á høgum fjallatindi. Á Ísraels høga fjalli vil eg seta hana niður; hon skal fáa greinar og bera ávøkst og verða dýrmett sedristræ; alskyns floygdir fuglar skulu búgva undir tí og hølast í skugga greina tess. Og øll trø markarinnar skulu sanna, at eg, Harrin, lækki hitt høga træið og hevji upp hitt lága, lati hitt grøna træið følna og hitt følnaða grønkast. Eg, Harrin, havi talað, og eg útinni tað.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Hví hava tit hetta orðatakið í Ísraels landi: Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, tit skulu ikki meira nýta hetta orðatakið í Ísrael. Mínar eru allar sálir; bæði sál faðirsins og sál sonarins hoyra mær til; tann sál, ið syndar, hon skal doyggja. Og hvør maður, sum er rættvísur og íðkar rætt og rættlæti og ikki heldur offurmáltíð á fjøllunum ella hevjar eygu síni til hjáguda Ísraelsmanna, sum ikki skemmir konu næsta síns og ikki nærkast konu, meðan hon er órein, sum ongan undirokar, men letur tað veðsetta frá sær aftur, ikki rænir, men gevur hinum svanga mat og klæðir hin nakna, sum ikki gevur lánsfæ móti leigu og ikki tekur eykagjald, sum heldur hond sína burtur frá órætti og dømir rættvíst í trætumálum manna, sum ger eftir fyriskipanum mínum og heldur lógboð míni við at gera tað, sum rætt er, hann er rættvísur og skal vissuliga liva, sigur Harrin, drottin. Men fær hann son, sum er yvirgangsmaður og úthellir blóð og fremur nakra av teimum nevndu syndum, heldur offurmáltíð á fjøllunum og skemmir konu næsta síns, undirokar hin neyðstadda og fátæka, rænir og letur ikki tað veðsetta frá sær aftur, men hevjar eygu síni til hjágudanna, fremur tað, sum andstyggiligt er, gevur lánsfæ móti leigu og tekur eykagjald, tá skal hann á ongum sinni lívi halda; hann hevur framt allar hesar andstygdir og skal vissuliga doyggja; blóð hansara skal koma yvir hann. Men fær hesin sonur hansara son, ið sær allar tær syndir, sum faðir hansara hevur gjørt, so at hann óttast og ger ikki tílíkt sjálvur, ikki heldur offurmáltíð á fjøllunum, ikki hevjar eygu síni til hjáguda Ísraelsmanna og ikki skemmir konu næsta síns, tekur ikki veð og rænir ikki, men gevur hinum svanga mat og klæðir hin nakna, heldur hond sína burtur frá órætti og ikki tekur við fæleigu og eykagjaldi, men heldur lógboð míni og ger eftir fyriskipanum mínum, hann skal ikki doyggja fyri misgerðir faðirs síns; hann skal vissuliga lívi halda. Men faðir hansara afturímóti mátti doyggja fyri misgerð sína, av tí at hann var yvirgangsmaður, rændi og framdi í fólki sínum tað, sum ikki var gott. Og tit siga: Hví skal sonurin ikki gjalda fyri misgerð faðirs síns? Men sonurin framdi jú rætt og rættlæti, varðveitti allar fyriskipanir og gjørdi eftir teimum, tí skal hann vissuliga lívi halda. Tann maður, ið syndar, hann skal doyggja; sonur skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðir ikki misgerð sonar síns; rættlæti hins rættvísa skal verða honum fyri; og illskapur hins gudleysa skal verða honum fyri. Men vendir hin gudleysi sær frá øllum syndum sínum, sum hann hevur gjørt, og varðveitir allar fyriskipanir mínar og fremur rætt og rættlæti, tá skal hann vissuliga lívi halda og ikki doyggja. Eingin av øllum syndum teimum, ið hann hevur gjørt, skal tilroknast honum; aftur fyri ta rættvísi, sum hann hevur framt, skal hann liva. Man eg hava hug á deyða hins gudleysa? Nei, men at hann vendir frá sínum vánda vegi, so at hann má liva. Men vendir hin rættvísi frá rættlæti sínum og fremur órætt líkt øllum teimum andstygdum, ið hin gudleysi fremur, tá skal eingin av øllum hansara rættvísu gerðum roknast honum til; aftur fyri tann trúnað, sum hann hevur slitið, og tær syndir, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja. Og tit siga: Vegur Harrans er ikki rættur. Men hoyr, Ísraels hús! Man tað vera mín vegur, sum ikki er rættur? Man tað ikki heldur vera tykkara vegir, sum ikki eru rættir? Tá ið hin rættvísi vendir sær frá rættlæti sínum og fremur órætt, skal hann doyggja; aftur fyri ta misgerð, sum hann hevur gjørt, skal hann doyggja. Men tá ið hin gudleysi vendir sær frá vándsku síni og fremur rætt og rættlæti, tá skal hann bjarga lívi sínum; hann vendi sær frá teimum misbrotum, ið hann hevði gjørt; tí skal hann lívi halda og ikki doyggja. Og Ísraels hús sigur: Vegur Harrans er ikki rættur! Men, Ísraels hús, man tað vera mín vegur, sum ikki er rættur? Man tað ikki heldur vera tykkara vegur, sum ikki er rættur? Tí man eg døma hvønn tykkara eftir atferð hans, Ísraels hús, sigur Harrin, drottin. Víkið frá og lættið av øllum misbrotum tykkara, so at tey ikki verða tykkum til fals! Sigið tykkum burtur úr øllum misbrotum teimum, ið tit hava gjørt, so at tit fáa tykkum nýtt hjarta og nýggjan anda. Hví vilja tit bana tykkum sjálvum, Ísraels hús? Tí at eg havi onga gleði av deyða syndarans, sigur Harrin, drottin. Snúgvið tí við, so at tit mega liva!
Men tú, mansbarn, hevja harmljóð um høvdingar Ísraels og sig: Hvussu var ikki móðir tín kvennljón millum ljóna! Bólaðist við ungljón og aldi upp ljónshvølpar sínar! Ein teirra vaks og varð ungljón; hann lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg. Tá búðust tjóðirnar móti honum; veiddu hann í grøv og drógu hann við onglum til Egyptalands. Tá ið hon nú sá, at hann var burturførdur og vónin brotin, tá tók hon annan ljónshvølp og aldi hann til ljón. Hann reikaði um millum ljóna; hann varð ungljón og lærdi at vinna sær bráð; menn skræddi hann í seg. Hann gjørdi mangar til einkjur og oyddi borgir teirra; landið og alt, sum í tí var, ønskraðist fyri dynjandi ýli hans. Og tjóðirnar ráddust á hann úr øllum ættum við veiðiførum, løgdu net sítt fyri hann; í grøv teirra varð hann veiddur. Tær drógu hann í búr við onglum, førdu hann til Bábelkongs í varðhald, til tess at rødd hans ikki aftur skuldi verða hoyrd á Ísraels fjøllum. Móðir tín var eins og vínviður í víngarði, gróðursettur hjá keldu; hann varð fræsamur og fjølgreinaður av tí nógva vatni. Ein av greinum hans varð til veldissprota; hann vaks og hevjaðist upp um leyvið; var eyðsæddur við sínum høga vøkstri og nógvu angum. Men tá varð í vreiði vínviðurin skræddur upp og tveittur á jørðina; eystanvindurin turkaði ávøkst hansara burtur, hin sterka greinin varð slitin og følnaði, og eldur oyddi hana. Og nú er hann gróðursettur í oyðimørkini í turrum, tystandi landi. Eldur breyt út úr grein hans, oyddi vínangar hans og ávøkst; eingin sterk grein er á honum meira, eingin veldissproti. Hetta er harmljóð og varð at harmljóði.
Á sjeynda ári, tíggjunda dagin hins fimta mánaðar, komu nakrir av Ísraels elstu til tess at leita ráð við Harran og settust niður framman fyri meg. Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, tala til Ísraels elstu og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Eru tit komnir til tess at leita ráð við meg? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skulu tit ikki sleppa at leita ráð við meg! Men vilt tú, mansbarn, døma teir, vilt tú døma teir, tá rýð teimum um nasar andstygdir fedra teirra og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg útvaldi Ísrael, tá gjørdi eg eftirkomarunum av Jákups húsi eið; eg birtist teimum í Egyptalandi; eg svór teimum til og segði: Eg eri Harrin, Guð tykkara! Ta ferðina gjørdi eg teimum eið, at eg vildi føra teir út úr Egyptalandi inn í tað landið, sum eg hevði givið teimum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt dýrmætasta av øllum londum. Og eg segði við teir: Hvør tykkara skal varpa frá sær teimum andstygdum, ið eygu tykkara dvaldu við, og óreinskið tykkum ikki av hjágudum Egyptalands! Eg, Harrin, eri Guð tykkara! Men teir risu upp ímóti mær og vildu ikki lýða mær; andstygdirnar, sum eygu teirra dvaldust við, tveittu teir ikki frá sær; og hjágudar Egyptalands vildu teir ikki geva yvir. Tá hugsaði eg um at hella út vreiði mína yvir teir til tess at svala á teimum bræði mína í Egyptalandi. Men fyri navns míns sakir tók eg mær um reiggj, til tess at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum teir búðu millum, og sum høvdu sæð, hvussu eg gjørdi meg kunnan fyri teimum við at leiða teir út úr Egyptalandi. Og eg leiddi teir út úr Egyptalandi og førdi teir út í oyðimørkina. Eg gav teimum fyriskipanir mínar og kunngjørdi teimum lógboð míni, sum maður skal halda, til tess at hann má liva við teimum. Eg gav teimum eisini hvíludagar mínar sum tekin millum mín og teirra, til tess at teir skuldu vita, at eg, Harrin, eri tann, sum halgar teir. Men Ísraels hús reis upp ímóti mær í oyðimørkini; teir gjørdu ikki eftir fyriskipanum mínum og havnaðu lógboðum mínum, teimum, ið maður eigur at halda, til tess at hann vegna teirra má liva; og hvíludagar mínar vanhalgaðu teir í stórum. Tá ætlaði eg at hella út vreiði mína yvir teir í oyðimørkini til tess at oyða teir av. Men fyri navns míns sakir tók eg mær um reiggj, til tess at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum høvdu sæð meg føra teir út úr Egyptalandi. Tá svór eg teimum í oyðimørkini, at eg ikki vildi føra teir inn í tað landið, sum eg hevði givið teimum, og sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt dýrmætasta av øllum londum, aftur fyri at teir havnaðu lógboðum mínum og ikki gjørdu eftir fyriskipanum mínum og vanhalgaðu hvíludagar mínar; tí at hjørtu teirra eltu hjágudar teirra. Men kortini várkunnaði eg teimum, so at eg ikki týndi teir og læt teir ikki farast í oyðimørkini. Síðan segði eg við synir teirra í oyðimørkini: Gerið ikki eftir fyriskipanum fedra tykkara og farið ikki at eftir lógboðum teirra og óreinskið tykkum ikki av hjágudum teirra! Eg, Harrin, eri Guð tykkara! Gerið eftir fyriskipanum mínum og varðveitið lógboð míni og livið eftir teimum; haldið hvíludagar mínar heilagar, so at teir verða tekin millum mín og tykkara, til tess at tað má viðurkennast, at eg, Harrin, eri Guð tykkara. Men eisini synirnir vóru mær ólýdnir; og teir gjørdu ikki eftir fyriskipanum mínum og løgdu ikki í at liva eftir lógboðum mínum, ið maður tó eigur at halda til tess at liva vegna teirra; og hvíludagar mínar vanhalgaðu teir. Tá ætlaði eg at hella út vreiði mína yvir teir og svala bræði mína á teimum í oyðimørkini. Men eg tók hondina aftur til mín og tók mær um reiggj fyri navns míns sakir, so at tað ikki skuldi verða vanmett fyri eygsjón heidninganna, sum høvdu sæð meg leiða teir út. Eg hótti at teimum í oyðimørkini og svór, at eg vildi reka teir út ímillum tjóðanna og spjaða teir út um londini, aftur fyri at teir hildu ikki lógboð míni, men havnaðu fyriskipanum mínum og vanhalgaðu hvíludagar mínar og høvdu ikki eyguni av hjágudum fedra sína; tí gav eg teimum fyriskipanir, sum ikki vóru góðar, og lógboð, sum ikki tryggjaðu lívið. Eg læt teir óreinska seg av egnu offurgávum sínum, við tað at teir lótu allar frumburðir ganga gjøgnum eldin, so at teir skuldu ønskrast við og sanna, at eg eri Harrin. Tessvegna tala tú, mansbarn, til Ísraels hús og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Fedrar tykkara hava alsamt einkisvirt meg og slitið trúnað við meg. Eg leiddi teir inn í tað landið, sum eg við eiðargerð hevði heitt at geva teimum; men hvørja ferð teir bóru eyga við høgan hól ella træ við leyvi, tá slátraðu teir har offur síni og bóru fram har sínar reitandi offurgávur, lótu vælangandi offurroyk stíga upp og droyptu har droypioffur síni. Tá segði eg við teir: Hvør er hesin offurheyggjur, sum tit fara niðan á? Tí verður hann enn í dag nevndur «Offurheyggjur». Tessvegna skalt tú siga við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Ætla tit at óreinska tykkum á sama hátt sum fedrar tykkara og fylgja í horfikni hinum andstyggiligu gudum teirra? Tí við at bera fram offurgávur tykkara og lata børn tykkara ganga gjøgnum eldin, hava tit alt fram at hesum degi gjørt tykkum óreinar til heiðurs fyri hjágudar tykkara; skuldi eg tá loyvt tykkum, Ísraels hús, at leita ráð við meg? So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skulu tit á ongum sinni leita ráð við meg! Tað, sum tit hava í hyggju, skal á ongum sinni bera til; tit siga: Vit vilja verða eins og aðrar tjóðir, eins og tjóðflokkarnir í øðrum londum og tilbiðja stokkar og steinar! So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, skal eg við sterkari hond og útrættum armi og goysandi vreiði vera kongur yvir tykkum! Við sterkari hond og útrættum armi og goysandi vreiði skal eg føra tykkum út úr tjóðunum og savna tykkum saman heim úr teimum londum, har sum tit vóru spjaddir í, og leiða tykkum út í oyðimørk tjóðanna; har skal eg ganga í dóm við tykkum andlit til andlits. Eins og eg gekk í dóm við fedrar tykkara í Egyptalands oyðimørk, soleiðis vil eg eisini ganga í dóm við tykkum, sigur Harrin, drottin. Eg vil lata tykkum ganga undir stavinum og lata tykkum koma fram eftir tali. Eg skilji teir av tykkum frá, sum risu upp ímóti mær og slitu trúnað við meg; eg flyti teir út úr útlegdarlandi sínum, men inn í Ísraels land skulu teir ikki koma, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin. Men tit, Ísraels hús, so sigur Harrin, drottin: Farið og dýrkið hvør av tykkum hjágudar sínar; men eftir tað skulu tit vissuliga lýða á meg og ikki aftur vanhalga mítt heilaga navn við offurgávum og hjágudum tykkara. Tí at á mínum heilaga fjalli, á fjallaknúki Ísraels, sigur Harrin, drottin, skal alt Ísraels hús, allir, sum í landinum búgva, dýrka meg, og har skulu teir toknast mær, og har skal mær dáma offuravskurðir og frumgróðraroffur teirra saman við øllum, sum teir halga. Eg man náðiliga taka við tykkum sum vælangandi offurroyki, tá ið eg havi flutt tykkum burtur úr tjóðunum og savnað tykkum saman heim úr londunum, har sum tit vóru spjaddir; tá skal eg sýna meg á tykkum sum hin heilaga fyri eygum tjóðanna. Og tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg leiði tykkum inn í Ísraels land, inn í landið, sum eg svór at geva fedrum tykkara. Har skulu tit minnast atferð tykkara og allar tær gerðir, sum tit óreinskaðu tykkum við, so at tykkum skal standast við tykkum sjálvar vegna øll illverk tykkara, sum tit framdu. Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg taki mær um reiggj við tykkum fyri navns míns sakir og ikki eftir tykkara ljóta atburði og spillandi verkum, Ísraels hús, sigur Harrin, drottin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum í suðurætt og lat talu tína streyma suðureftir og profetera ímóti skóginum á suðurlandinum og sig við skógin á suðurlandinum: Hoyr orð Harrans: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg seti eld á teg, sum skal oyða øll trø, sum í tær eru, bæði grøn og turr; eldslogin skal ikki slokna, og øll andlit skulu svidnast úr suðri og í norður. Og alt hold skal síggja, at eg, Harrin, havi kynt hann; hann skal ikki slokna. Tá segði eg: Á, Harri, drottin, teir siga um meg: Hann talar jú einans í líkingarmáli.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Jerúsalem og lat talu tína streyma móti halgidóminum og profetera móti Ísraels landi og sig við Ísraels land: So sigur Harrin: Sí, eg ráðist á teg og dragi svørð mítt úr slíðrum og avoyði hjá tær bæði rættvís og gudleys. Av tí, at eg ætli at avoyða hjá tær bæði rættvís og gudleys, skal svørð mítt fara úr slíðrum móti øllum holdi úr suðri og í norður. Og alt hold skal viðurkenna, at eg, Harrin, havi drigið svørð mítt úr slíðrum; tað skal ikki fara aftur í teir meira. Og tú, mansbarn, stynja av pínu eins og lendar tínar vóru brotnar, stynja fyri eygsjón teirra! Og um teir siga við teg: Hví stynur tú? Tá skalt tú svara: Yvir eini tíðindi; tí at tá ið tey koma, tá munnu øll hjørtu bráðna, allar hendur verða máttleysar, hvør hugur bila og øll knø fara sundur sum vatn. Sí, tey koma og verða sannað, sigur Harrin, drottin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin: Svørð, hvast svørð, brýnt skínandi, brýnt til at slátra við, so at snarljósini ganga frá tí; eg læt brýnara fáa tað, til tess at hann skuldi taka tað í hondina; nú er tað hvast og skínandi og skal fáast drápsmanninum upp í hendur. Mansbarn, rópa og eymka teg, tí at tað kemur yvir fólk mítt og allar høvdingar Ísraels; saman við fólki mínum koma teir allir undir svørðið; tessvegna skalt tú sláa teg á lendar, sigur Harrin, drottin. Og tú, mansbarn, profetera og slá saman hendur; ger svørðið sum tvey, ja, sum trý! Svørð hinna vignu, svørð hins mikla vanhalgara; lat tað loypa ræðslu á teir, so at dirvið dovnar, og mangir falla við øll borgarlið teirra. Drepandi bregði eg brandinum, gjørdur til at senda snarljós, brýndur til slátranar. Tú brandur, jarðlegg bæði til høgru og vinstru alt, sum oddur tín kemur at! Tá skal eisini eg sláa saman hendur og svala vreiði míni. Eg, Harrin, havi talað! Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: Og tú, mansbarn, ger tær tveir vegir fyri svørð Bábelkongs at koma eftir; teir skulu báðir liggja út frá sama landi; og set upp varða har, sum borgarvegirnir skiljast, so at svørðið bæði kemur til Rabba í landi Ammonita og til Júda og Jerúsalem í miðjum Júda. Tí at Bábelkongur stendur á vegamótinum har, sum báðir vegirnir skiljast, til tess at leita ráð við gudar; hann ristir ørvarnar, spyr húsgudarnar og rannsakar livrina. Í høgru hond hans er luturin Jerúsalem; hann letur upp munnin og hevjar glymjandi herróp til tess at reisa múrbrótara móti borgarliðinum og laða upp hervirki og reisa vígtorn. Eiðirnar, sum teir høvdu svorið Guði, virdu teir ikki meira enn lygispádómar. Men hann skal minnast misgerð teirra, so at teir verða tiknir á hondum. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit hava sjálvir mint á misgerðir tykkara, við tað at trúnaðarslit tykkara varð opinberað, so at syndir tykkara sóust týðuliga av øllum, ið tit høvdust at – av tí, at tit við teimum hava sjálvir gjørt tykkum kunnar, skulu tit verða tiknir á hondum. Og tú, gudleysi vanhalgari, høvdingi Ísraels, tín tími er komin, og tín synd er fullbúgvin! So sigur Harrin, drottin: Takið høvuðskreytið av honum! Niður við krúnuni! Hetta skal ikki longur vera svá! Upp við hinum lága og niður við hinum høga! At toftum, toftum, toftum geri eg ríkið! Tað skal ikki meira vera til, til hann kemur, sum hevur rættin til tess, og sum eg gevi tað. Og tú, mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin, um Ammonitar og háðan teirra! Sig: Svørð, svørð er drigið úr slíðrum til tess at slátra niður; tað er brýnt, so at snarljós fúka av tí, meðan teir boða tær fáfongdarsjónir og spáa lygnir fyri tær til tess at seta svørðið á háls hinna gudleysu vanhalgara; hjá teimum er tímin komin, og misgerðir teirra eru fullbúnar. Far heim aftur í borg tína; eg skal døma teg á tí staði, har sum tú varðst skapaður, í tí landi, har sum tú ert upprunnin. Eg vil úthella vreiði mína yvir teg og lata bræði mína brenna ímóti tær og geva teg upp í hendurnar á monnum, ið eru grammir og kønir í at avoyða. Tú skalt verða eldinum til føðslu; blóð títt skal verða grivið niður í jørðina, so at eingin minnist til tín; tí at eg, Harrin, havi talað.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, vilt tú ikki døma, vilt tú ikki døma hina blóðseku borg? Rýð henni allar andstygdir hennara um nasar og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei borgini, sum helti út blóð í miðjum sær til tess at lata ógævustund sína koma, og gjørdi sær hjágudar til tess at óreinska seg! Av tí blóði, sum tú úthelti, hevur tú gjørt teg seka, og av hjágudunum, sum tú gjørdi tær, ert tú vorðin órein. Tú hevur gjørt, at dagur tín stundar til, at áramál títt er lokið. Tessvegna geri eg teg til háð fyri allar tjóðir og til spott fyri øll lond. Bæði teir, ið búgva nærindis og langt av leið, skulu spotta teg, tú hávamikla borg við so ringum ágiti! Sí, høvdingar Ísraels, ið búgva hjá tær, fara fram sum yvirgangsmenn og úthella blóð! Íbúgvar tínir einkisvirða faðir og móður, teir kúga útisetan og undiroka faðirloysingan og einkjuna; mínar halgilutir vanvirða teir og vanhalga hvíludagar mínar. Hjá tær fara bakmælismenn við sleyi, so at blóð verður úthelt; á fjøllunum eta teir offurkjøt og fremja skemdargerðir í miðjum tær. Hjá tær verður blygd faðirsins nektað, og konur verða tiknar við valdi, meðan tær eru óreinar. Ein ber seg andstyggiliga at móti konu næsta síns, annar skemmir sonarkonu sína við leysalevnaði; hjá tær tekur maður systur sína við valdi, dóttur faðirs síns. Borgarar tínir taka við mutri til tess at úthella blóð; fæleigu hevur tú tikið og eykagjald og rænt frá næsta tínum; men meg hevur tú gloymt, sigur Harrin, drottin. Men sí, eg slái hendurnar saman yvir tínum órættvísa vinningi og yvir tí blóði, sum flýtur í miðjum tær. Man ikki dirvi títt fara at dovna og hendur tínar at vikna á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj ímóti tær? Eg, Harrin, havi talað og vil útinna tað. Eg man spjaða teg út ímillum tjóðanna og sundra teg út um londini og firra allan óreinleika frá tær. Tjóðirnar skulu síggja teg vanhalgaða verða; og tá skalt tú viðurkenna, at eg eri Harrin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Ísraels hús er vorðið mær eins og ilskubøklar; allir eru teir eins og kopar og tin, jarn og blýggj í bráðpannuni; silvursindur eru teir vorðnir. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí, at tit eru allir vorðnir ilskubøklar, tí vil eg savna tykkum saman í miðjari Jerúsalem, eins og silvur og kopar og jarn og blýggj og tin verður latið á bráðpannuna og blást verður í eldin til tess at bræða tað, soleiðis vil eg í bræði míni og vreiði savna tykkum saman og koyra tykkum hagar til tess at bræða tykkum. Ja, eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield mín ímóti tykkum, so at tit bráðna í honum. Eins og silvur verður brætt á bráðpannuni, soleiðis skulu tit verða bræddir inni í borgini, og tit skulu sanna, at eg, Harrin, havi úthelt vreiði mína yvir tykkum. Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, sig við landið: Tú ert land, sum ikki fært regn og ikki skúrir á vreiðidegnum; høvdingar tínir eru eins og ýlandi ljón, ið skræða í seg villibráð, týna lív og ræna ognir og dýrgripir og fjølga einkjurnar í landinum, prestarnir hava rongt lógina við valdi og vanhalgað halgilutir mínar; teir hava ikki gjørt greinarmun á tí, sum er heilagt, og tí, sum ikki er heilagt, og hava ikki greint frá muninum á óreinum og reinum; og teir hava latið eyguni aftur fyri hvíludøgum mínum, so at eg eri vorðin vanhalgaður teirra millum. Høvdingarnir har vóru eins og vargar á ránsferð fúsir til at úthella blóð og týna lív til tess at ogna sær órættvísan vinning. Profetarnir rýddu við kálki, skoðaðu fáfongdir og boðaðu lygispádómar; teir søgdu: So sigur Harrin, drottin; og tó hevði Harrin einki sagt. Fólkið í landinum fór fram við kúgan og ráni; hin neyðstadda og fátæka undirokaðu teir og vóru harðir móti útisetanum uttan nakran rætt. Eg leitaði teirra millum eftir manni, sum vildi laða upp borgargarð og standa í skarðinum fyri ásjón míni landinum til varnar, til tess at eg ikki skuldi oyða tað; men eg fann ongan. Tá helti eg út vreiði mína yvir teir; í brennandi bræði míni beindi eg fyri teimum og læt atferð teirra koma oman yvir egnu høvur teirra, sigur Harrin, drottin.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Eina ferð vóru tvær konur, døtur somu móður. Tær drivu hor í Egyptalandi í ungdómi sínum; har vórðu bróst teirra tumlað; har fóru menn við hondum um moyggjarbarm teirra. Hin eldra æt Óhola og systir hennara Óholiba. Eg fekk tær báðar, og tær aldu mær synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Óhola er Sámária og Óholiba Jerúsalem. Men Óhola sveik meg við leysalevnaði sínum; hon brann í girnd eftir ástarmonnum sínum, Assursmonnum, ið komu til hennara skrýddir í skarlak, jallar og landshøvdingar, hinir fríðastu unglingar, reiðmenn hátt á hestbaki. Hon oysti hordóm sín yvir teir, yvir allar hinar mætastu menn Assurs, ið hon legði ást við, og gjørdi seg óreina av øllum hjágudum teirra. Men hon helt fram við horfikni sínum eftir Egyptum, tí at teir høvdu havt samlegu við hana í ungdómi hennara, høvdu farið við hondum um moyggjarbarm hennara og oyst yvir hana girndarhug sín. Tessvegna gav eg hana upp í hendur á alskarum hennara, Assursmonnum, ið hon brann av girnd eftir. Teir flettu upp um blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so at hon varð øðrum konum til tiltak. Soleiðis evnaðu teir dómin yvir hana. Hetta sá systir hennara Óholiba, men bar tó av henni við leysalevnaði sínum og dreiv hor verri enn systir sín. Hon fekk nálg at Assursmonnum, jallum og landshøvdingum, ið komu til hennara skreytbúnir, allir samlir ungir og prúðir menn ríðandi á hestbaki. Eg sá, hvussu hon óreinsdaði seg, og at báðar gingu somu leið. Men hon fór enn longur í horðómi sínum; tá ið hon sá menn drignar á vegg, myndir av Kaldeum málaðar við reyðum kriti, gyrdir við belti um lendar og við flákrandi vavhúgvu um høvur, allir á at líta eins og kappar, líkir Bábelmonnum, føðiland teirra er Kaldea, tá brann hon av girndarhugi eftir teimum, so skjótt sum hon bar eyga við teir, og sendi ørindreka til Kaldeu eftir teimum. Og Bábelmenn gingu inn til hennara til ástarsamlegu og gjørdu hana óreina, og hon gjørdi seg óreina á teimum, til sál hennara stóðst við teir. Hon framdi leysalevnað sítt opinberliga og fletti upp um blygd sína; tá stóðst sál míni við hana, eins og sál míni hevði staðist við systur hennara. Men hon helt enn longur á fram í hordómi sínum, við tað at hon mintist ungdómsdagar sínar, tá ið hon dreiv hor í Egyptalandi; og hon brann í girnd eftir ástmonnum tess, ið høvdu hold eins og asnar og girndarhugi eins og graðhestar. Tá saknaði hon ungdómsleysalevnað sítt, tá ið Egyptar fóru við hondum um barm hennara og tumlaðu moyggjarbróst hennara. Tessvegna, Óholiba, sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg vil eggja móti tær ástmenn tínar, ið sál tíni stendst við, og lata teir úr øllum ættum ráðast á teg, Bábelmenn og allar Kaldear, Pekod og Sjoa og Koa og við teimum allar Assursmenn, hini prúðastu ungmenni, allir jallar og landshøvdingar, navnframir kappar, allir ríðandi á hestbaki. Teir skulu herja á teg við nógvum rossum og vagnum og herfjøldum margra tjóða; stórar og smáar skildir og hjálmar skulu teir seta upp ímóti tær alt íkring; eg leggi málið fram fyri teir, og teir skulu døma teg eftir sínum lógum. Eg skal lata vandlæti mítt ganga yvir teg; teir skulu fara øgiliga við tær; nøs tína og oyru skulu teir skera av, og tað, sum eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; sonum tínum og døtrum skulu teir fara avstað við, og tað, sum eftir verður av tær, skal farast í eldi. Teir skulu skræða klæðini av tær og taka skartgripir tínar. Soleiðis vil eg gera enda á leysalevnaði tínum, sum tú hevðist at í Egyptalandi, so at tú ongantíð aftur hevjar eygu tíni upp til teirra ella minnist á Egyptaland. Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg gevi teg upp í hendur teirra, sum tú hatar, og sum sál tíni stendst við; haturliga skulu teir fara við tær; teir skulu taka ognir tínar og lata teg eftir nakna og bera og soleiðis nekta títt horfikna likam. Hetta fært tú aftur fyri siðloysi og leysalevnað títt, av tí at tú fekst nálg eftir tjóðunum og gjørdi teg óreina av hjágudum teirra. Tú hevur fylgt sama vegi sum systir tín; tessvegna rætti eg tær bikar hennara. So sigur Harrin, drottin: Tú skalt tøma bikarið hjá systur tíni, hitt djúpa og víða – tú skalt verða til háð og spott –. Tað tekur nógv og er fult av ørsku og kvølum; bikar fylt við øtan og ræðslu er bikarið hjá systur tíni Sámáriu. Tú skalt tøma tað at botni og sleikja botnin og ørkymla bróst tíni; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin. Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fyri tað at tú hevur gloymt meg og tveitt meg aftur um bak, skalt tú nú bøta fyri siðloysi og hordóm tín. Og Harrin segði við meg: Mansbarn! Vilt tú ikki døma Óholu og Óholibu? Ger teimum andstygdum teirra kunnar, at tær vóru mær ótrúgvar og hava blóð á hondunum; við hjágudum sínum vóru tær mær ótrúgvar og hava eisini latið synir sínar, ið tær føddu mær, ganga gjøgnum eldin teimum til føðslu. Framvegis gjørdu tær mær hetta: Tær gjørdu halgidóm mín óreinan og vanhalgaðu hvíludagar mínar. Sama dagin, sum teir høvdu slátrað hjágudunum børn síni, komu teir inn í halgidóm mín til tess at vanhalga hann. Soleiðis bóru teir seg at í mínum egna húsi! Ja, boð vóru send eftir monnum úr fjarløgdum londum; og tá ið teir komu, tváaði tú tær, litaði eyguni og lætst teg í skreyt. Síðan settist tú á dýrmæta legu; fyri framman hana stóð matbúgvið borð, og roykilsi mítt og olju mína legði tú á tað. Tá hoyrdist har hjá systrunum rómur og gangur av øllum teimum monnum, ið komnir vóru innan úr oyðimørkini; teir góvu teimum armringar og settu dýrmæta krúnu á høvur teirra. Tá mælti eg: Soleiðis hava tær verið mær ótrúgvar og livað í leysalevnaði! Menn gingu inn til teirra eins og inn til horkonu; soleiðis gingu teir inn til Óholu og Óholibu til tess at fremja skemdarverk. Men rættlátir menn skulu døma og lata tær fáa sama dóm sum horkonur og konur, ið úthella blóð, tí at tær hava verið ótrúgvar, og blóð er á hondum teirra. Ja, so sigur Harrin, drottin: Stevnið saman mannfjøld móti teimum til tess at pína og ræna tær. Og mannfjøldin skal grýta tær við gróti og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir teirra og døtur skulu verða dripin og hús teirra uppbrend. Soleiðis skal skemdin verða oydd úr landinum, og øllum konum skal tað vera til ávaringar, so at tær ikki gera eftir skemdum tykkara. Teir skulu lata skemdir tykkara koma oman yvir tykkum, og tit skulu bøta fyri tær syndir, ið tit hava framt við hjágudum tykkara, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú læði háðandi yvir, at halgidómur mín varð vanhalgaður og Ísraels land lagt oyði, og yvir, at Júdahús mátti fara í útlegd, tessvegna vil eg geva teg eystanmonnum til ognar; teir skulu reisa tjaldbúðir sínar og taka upp bústað sín í tær; og teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína. Eg geri Rabba til beitilendi fyri kamelar og Ammons borgir til seyðaból, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin. Tí at so sigur Harrin, drottin: Av tí at tú slóst hondum saman og trampaði við fótunum og fegnaðist av meinfúsum huga um Ísraels land, sí, tí vil eg rætta út hond mína móti tær og geva heidningunum teg sum herfong; eg striki teg út úr tali tjóðanna, týni teg úr tali landanna og avoyði teg; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin. So sigur Harrin, drottin: Av tí at Móab sigur: Sí, Júda hús er eins og allar aðrar tjóðir! tessvegna opni eg Móabs fjallareyn, so at borgirnar um alt land teirra verða oyddar, prýði landsins, Bet-Jesjimot, Báal-Meon og Kirjatáim. Eystanmonnunum gevi eg tað til ognar, til tess at tað ikki meira skal verða havt í huga millum tjóðanna. Eg felli dóm yvir Edóm, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. So sigur Harrin, drottin: Av tí at Edóm av miklum hevndarhugi gjørdi seg inn á Júdahús og elvdi sær syndasekt við at hevna seg inn á teir, tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eg rætti út hond mína móti Edóm og týni har bæði fólk og fenað; eg geri landið til oyðimørk; frá Teman og alt at Dedan skulu teir falla fyri svørði. Eg lati fólk mítt, Ísrael, útinna hevnd mína inn á Edóm; og teir skulu fara við Edóm samsvarandi grimd og vreiði míni; Edóm skal fáa hevnd mína at kenna, sigur Harrin drottin. So sigur Harrin, drottin: Av tí at Filistar herjaðu við miklum hevndarhugi og vanmetan í hjarta til tess at týna við ævigum fíggindskapi, tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg rætti út hond mína móti Filistum og avoyði Kretarnar og beini fyri teimum, ið eftir eru við sævarstrondina. Herviliga skal eg hevna meg inn á teir og revsa teir í vreiði; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg lati teir fáa hevnd mína at kenna.
Í ellivta ári, á fyrsta degi mánaðarins kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn! Av tí at Týrus háðandi sigur um Jerúsalem: Brotnar eru hurðar tjóðanna; tær standa mær opnar; áður var hon rík, men nú er hon toftir! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg komi yvir teg, Týrus, og lati mangar tjóðir herja á teg, eins og tá ið havið letur aldur sínar bróta. Tær skulu bróta borgargarðar Týrusar og smildra torn hennara; eg skal sjálvur skumpa alla mold burtur og gera hana til naknan klett. Turkistaður fyri nótir skal hon verða har úti í havinum; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin; og hon skal verða tjóðunum herfongur. Døtur hennara inni á landi skulu verða dripnar við svørði; tær skulu sanna, at eg eri Harrin. Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg leiði úr norðuri Nebukadnezar Bábelkong, konganna kong, ímóti Týrus við hestum og vagnum og reiðmonnum og við mannfjøld margra tjóða. Døtur tínar inni á landi skal hann drepa við svørði; hann skal byggja vígtorn ímóti tær, laða upp hervirki og reisa upp tak av skildrum ímóti tær. Við múrbrótara skal hann ráðast á borgargarðar tínar og bróta niður torn tíni við jarntólum sínum. Hestar hans skulu yðja, so at dustið frá teimum fjalir teg; og fyri duninum av reiðmonnum og hjólum vagnanna skulu borgargarðar tínir skelva, tá ið hann fer inn um borgarlið tíni eins og inn í borg, ið verður hertikin. Við hónum á hestum sínum grópar hann allar gøtur tínar upp; fólk títt skal hann drepa við svørði og jarðleggja tínar stoltu súlur. Teir skulu ræna eyð tín, taka vørur tínar sum herfong, bróta niður borgargarðar tínar og sorla tíni dýrmætu hús og varpa steinum, viði og leiri á sjógvin. Eg geri enda á tínum hámiklu songum! Ljóðið frá hørpum tínum skal ikki hoyrast meira. Eg skal gera teg til naknan klett; tú skalt verða turkistaður fyri nótir; ongantíð skalt tú verða bygd uppaftur; tí at eg, Harrin, havi talað, sigur Harrin, drottin. So sigur Harrin, drottin, um Týrus: Vissuliga munnu oyggjarnar skelva, tá ið tú við miklum duni rapar, og teir vignu stynja, meðan svørðið herjar í miðjum tær; allir høvdingarnir við havið stíga niður úr hásætum sínum og leggja av sær skikkjur sínar, fara úr glitklæðum sínum og lata seg í sorgarbúna; teir sita á jørðini nøtrandi sáran og øtast yvir teg. Teir hevja harmljóð um teg og mæla til tín: Hvussu ert tú avoydd, horvin av havinum, tú tignaða borg, ið vart so sterk á havinum, tú og íbúgvar tínir, ið loyptu ræðslu á øll, sum har hølaðust! Nú munnu oyggjarnar fara at skelva, tá ið tú rapar, oyggjatjóðirnar í havinum øtast yvir endalykt tína. Tí at so sigur Harrin, drottin: Tá ið eg geri teg til borg í toftum eins og borgir, ið óbygdar eru, tá ið eg lati undirdjúpið streyma yvir teg, so at hini miklu vøtnini hylja teg, tá rindi eg teg oman til teirra, sum niður í grøvina eru farnir, til manna fyrndartíðarinnar og lati teg liggja í undirheiminum sum fyrndargamlar toftir millum teirra, sum niður í grøvina eru farnir, til tess at tú ikki aftur verður bygd og ikki rísur aftur í landi livandi manna. Brádliga og med alla lati eg teg farast, og verður leitað eftir tær, skalt tú um aldur og ævir ikki verða funnin, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú mansbarn, hevja harmljóð um Týrus og sig við Týrus, ið liggur við havsins inngongd og rekur keypskap við tjóðirnar á teim mongu oyggjalondum: So sigur Harrin, drottin: Týrus, tú hugsaði: Fagurleiki mín er fullkomin! Teir bygdu teg úti í havinum, gjørdu teg frábera fagra. Úr siprisviði úr Senir gjørdu teir øll tíni borð, og úr Libanon tóku teir sedrisvið og gjørdu úr honum mastur tína. Úr Básjans hægstu eikjum gjørdu teir árar tínar, tiljurnar smíðaðu teir av furuviði frá Kitteanna strondum. Segl tíni vóru av marglittum egyptiskum líni, av bláum og reyðum purpuri frá Elisja strondum var tak títt. Men úr Zidon og Arvad vóru røðarar tínir; hinir skynsamastu úr Záreptu, teir vóru stýrimenn tínir. Gebals elstu og hagleiksmenninar har hevði tú til at bøta lekar tínar. Øll skip á havinum og farmenn teirra komu til tín at keypa varning. Menn úr Páras, Lud og Put vóru hermenn í heri tínum; teir hongdu skildir og hjálmar upp hjá tær og veittu tær tign. Hermenn úr Arvad stóðu á borgargørðum tínum alt íkring og Gammaditar í tornum tínum; teir hongdu skildir sínar upp á borgargarðar tínar alt íkring og gjørdu teg frábera fagra. Tarsis rak keypskap við teg, av tí at tú átti miklan eyð; silvur, jarn, tin og blýggj góvu teir tær fyri varning tín. Jávan, Túbal og Mesjek róku keypskap við teg; teir fluttu trælir og koparvørur á sølutorg tíni. Tógarmamenn góvu tær klyvjaross og reiðhestar og múldýr aftur fyri vørur tínar. Ródosbúgvar handlaðu við teg, mangir oyggjaskeggjar vóru keypineytar tínir; fílabein og íbenvið greiddu teir tær í skatt. Edóm handlaði við teg, av tí at tú átti mangar ídnaðarvørur; karfunkulreytt purpur, marglitt vovin pløgg, lín, kórallar og jaspis lótu teir fyri vørur tínar. Júda og Ísraels land róku keypskap við teg; hveiti úr Minnit, bakkulsi og hunang, olju og balsam góvu teir í býti. Dámaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgdir av alskyns ídnaðarvørum; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Záhar. Vedan og Jávan góvu gripir úr Uzzali fyri vørur tínar. Smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í býti. Dedan handlaði við teg við saðlaklæðum til at ríða á. Árábar og allir Kedars høvdingar róku keypskap við teg; teir seldu tær lomb, veðrar og havrar. Keypmenn úr Sába og Ráma handlaðu við teg; hin dýrmætasta balsam og alskyns gimsteinar og gull lótu teir fyri vørur tínar. Káran, Kanne og Eden, Assursmenn og allir Medar róku keypskap við teg. Teir handlaðu við teg við skartklæðum og marglitt vovnum purpurmøtlum, litaðum ábreiðum og fastløgdum reipum á sølutorgi tínum. Tarsisknørrir fluttu vørur tínar; og soleiðis varðst tú fullfermd og søkklaðin úti í miðjum havi. Røðarar tínir fingu teg út í rúman sjógv. Tá kom eystanvindurin og breyt teg sundur í miðjum havi. Eyður tín og vørur tínar, vinningur tín, manning og stýrimenn tínir, teir, ið bøta lekar tínar, og teir, ið handla við teg, alt herfólk títt og allar mannfjøldirnar, ið eru umborð á tær, søkka niður í havið á tí degi, tá ið tú gongur burtur. Stýrimenn tínir skulu stynja, so at markirnar skelva. Tá munnu allir, ið sita við árarnar, fara av skipum sínum, farmenn og allir stýrimenn fara á land. Teir skulu hevja rødd sína yvir teg og kvarta sáran, oysa mold yvir høvur sítt og velta sær í dustinum, raka seg berskøllutar tín vegna og lata seg í sekk, gráta yvir teg av tungum móði við sárari kvartan, eymkandi hevja harmljóð um teg og siga: Hvør var sum Týrus, ið nú liggur tigandi úti í havinum! Tá ið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mangar tjóðir; við tínum mikla eyði og varningi gjørdi tú jarðarinnar kongar ríkar. Men nú liggur tú brotin á havinum, í teimum djúpu vøtnum; allar vørur og mannfjøldir tínar fóru við tær. Allir oyggjaskeggjar øtaðust yvir teg, kongar teirra ønskraðust og bliknaðu. Keypmenn teirra bríksla háðandi eftir tær; tú ert til at øtast yvir, farin med alla.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, sig við drotnara Týrusar: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú vart hástórur í hjarta tínum og hugsaði: Eg eri gudur, eg siti á gudasæti úti í miðjum havi! tó at tú ert maður og eingin gudur, men lítur at tær sjálvum eins og at einum gudi! Jú, tú ert vísari enn Dánjal; eingir vísmenn eru tær javnlíkir; við skynsemi og hyggindum tínum vanst tú tær ognir og savnaði gull og silvur í fæhirðslur tínar. Við tínum mikla keypmanskunnleika økti tú um eyð tín, so at tú av honum varðst hástórur í hjarta tínum. Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tú leitst at sjálvum tær eins og at einum gudi, sí, tessvegna lati eg fremmandar ráðast á teg, hinar grimmastu tjóðir; teir skulu bregða brondum sínum móti snildarskreyti tínum og vanhalga tín fagurleika. Niður í grøvina munnu teir rinda teg; tú skalt fáa sama deyða sum teir, ið dripnir verða úti á havinum. Men tá ið tú soleiðis stendur framman fyri banamonnum tínum, manst tú tá fara at siga: Eg eri gudur! tó at tú í hondum teirra, sum drepa teg, ert maður og eingin gudur? Deyða hinna óumskornu skalt tú doyggja fyri hond útlendinga, so satt sum eg havi talað, sigur Harrin, drottin. Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, hevja harmljóð um kongin av Týrus og sig við hann: So sigur Harrin, drottin: Tú vart vitskunnar innsigli, fullur av speki og alfagur. Tú vart í Eden, aldingarði Guðs; við alskyns dýrum steinum vart tú avtaktur: karneol, tópas, jaspis, krýsolit, sjóham, ónýks, saffir, karfunkul og smáragd, og alt hetta lagt í umgjarðir av gulli. Á tí degi, tá ið tú varðst skapaður, varð tað tilbúgvið. Tú vart salvaður verndarkerúbur; tú vart á hinum heilaga Guðsfjallinum, gekst Guðssonanna millum; lýtaleys var atferð tín frá tí degi, tú varðst skapaður, og til misbrot varð funnið hjá tær. Men fyri tín mikla keypmansskap fylti tú teg við valdsgerðum og syndaði; tá vanhalgaði eg teg og rak teg burtur av Guðsfjallinum og beindi fyri tær, tú verndarkerúbur, so at tú ikki meira vart Guðssonanna millum. Hjarta títt varð hástórt av fagurleika tínum; tú oyddi vísdóm tín vegna fagurleika tín. Eg tveitti teg á jørðina, niður fyri kongar, at teir skuldu gleða seg av at hyggja at tær. Við tínum mongu misgerðum og órættiliga keypmansskapi vanhalgaði tú halgidómar tínar; tá læt eg eld bróta út úr miðjum tær; og eg gjørdi teg til dust á jørðini fyri eygunum á øllum teimum, ið sóu teg. Allir teir millum tjóðanna, sum kendu teg, øtaðust yvir teg; øgilig varð tín endalykt; med alla ert tú farin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Snúgv andliti tínum móti Zidon og profetera móti henni og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma fram á teg, Zidon, og skal dýrmeta meg í miðjum tær, og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg lati dóm ganga yvir teg og sýni heilagleika mín á tær. Eg lati drepsótt koma yvir teg og blóð flóta í gøtunum; vignir skulu níga í miðjum tær fyri svørði, sum úr øllum ættum verður bregðið móti tær, til tess at tú viðurkennir, at eg eri Harrin. Fyri Ísraels hús skal ikki meira vera nakar tornur til at særa og nakar tistil til at stinga millum allar teir, sum kring teir búgva, og sum einkisvirða teir; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin. So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg savni Ísraels hús saman úr tjóðunum, har ið teir vóru spjaddir um, tá sýni eg heilagleika mín á teimum fyri eygsjón tjóðanna; og teir skulu búgva í landi sínum, ið eg gav tænara mínum Jákupi. Og teir skulu búgva ekkaleysir í tí, byggja hús og leggja inn víngarðar, ja, búgva ekkaleysir, meðan eg lati ganga dóm yvir allar grannar teirra, sum einkisvirða teir, til tess at teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra.
Tíggjunda árið, á tólvta degi hins tíggjunda mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Fárao, Egyptalands kongi, og profetera móti honum og øllum Egyptalandi: Tala og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal ráðast á teg, Fárao, Egyptalands kongur, tú mikli sjódreki, sum liggur og bólast úti í miðjum áarstreymum tínum og sigur: Níláin er mín, eg havi sjálvur gjørt hana! Eg krøki onglar í kjálkar tínar og lati fiskin í áarstreymum tínum loða við reistur títt. Eg tveiti teg út í oyðimørkina við øllum fiskinum í áarstreymum tínum, úti á berajól skalt tú liggja, eingin skal taka teg upp ella jarða teg. Jarðarinnar djórum og himinsins fuglum gevi eg teg til føðslu. Viðurkenna skal hvør Egypti, at eg eri Harrin. Av tí at tú hevur verið Ísraels húsi stavur av sevi – tú støkst sundur, tá ið teir trivu um teg, og skræddi alla hondina á teimum; tá ið teir studdust við teg, brotnaði tú, so at teir skinklaðu í mjødnum – tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg skal lata svørðið koma yvir teg og avoyða hjá tær bæði fólk og fenað. Egyptaland skal verða oyði og reyn; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, av tí at tú segði: Níláin er mín, eg havi sjálvur gjørt hana! Sí, tessvegna ráðist eg á teg og á áarstreymar tínar og geri Egyptaland at oyði og reyni frá Migdol til Sýene og alt at landamarki Blálands. Hvørki fólk ella fenaður skal seta sín fót har, og eingin skal fara um har; í fjøruti ár skal tað liggja óbygt. Eg lati Egyptaland liggja óbygt millum landa, sum liggja í oyði; í fjøruti ár skulu borgir tess liggja avtoftaðar millum borga í toftum. Eg reki Egyptar út millum tjóðanna og spjaði teir út um londini. Tí at so sigur Harrin, drottin: Tá ið fjøruti ár eru umliðin, man eg savna teir saman úr tjóðunum, har sum teir vóru spjaddir um; og eg man venda lagnu Egyptalands og føra teir aftur í landið Pátros, har sum teir eru upprunnir, og har skulu teir vera lítið ríki. Tað skal vera minni enn onnur ríki, so at teir ikki hevja seg aftur yvir aðrar tjóðir; eg geri teir fámentar, til tess at teir ikki meira skulu valda tjóðunum. Teir skulu ikki meira vera álit hjá Ísraels húsi og minna á misgerð tess, tá ið tað bindur felag við teir; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin. Tjúgunda og sjeynda árið, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn! Nebukadnezar, Bábelkongur, hevur latið herlið sítt vinna mikið verk á Týrus; hvørt høvur er vorðið berskøllut og allar akslar meiðslaðar; men hvørki hann ella herlið hans hevur fingið nakra løn av Týrus aftur fyri tað verkið, sum hann hevur vunnið á henni. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg gevi Nebukadnezari, Bábelkongi, Egyptaland; hann skal flyta burtur eyð tess, taka herfong har og ræna; tað skal vera lønin hjá herliði hans. Sum løn fyri verk hans gevi eg honum Egyptaland, tí at fyri meg hava teir vunnið, sigur Harrin, drottin. Á tí degi lati eg Ísraels húsi horn vaksa fram, og tá man eg geva tær upplatnan munn teirra millum, til tess at teir viðurkenna, at eg eri Harrin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin: Eymkið tykkum: Á, tílíkur dagur! Tí at dagurin er í nánd! Dagur Harrans nærkast! Tað verður dagur skýsortans og tími tjóðanna! Svørðið kemur yvir Egyptaland, og Bláland tekur at skelva, tá ið vignir níga í Egyptalandi, og eyður tess verður rændur og grundvøllirnir rótaðir upp. Blálendingar, Putmenn, Lúditar og allur tjóðblandingurin, Kubitar og synir sáttmála míns skulu saman við teimum falla fyri svørðinum. So sigur Harrin: Egyptalands hjálparmenn skulu falla; lúta skal tess hástóra vald; frá Migdol til Sýene skulu teir falla fyri svørðinum, sigur Harrin, drottin. Tað skal liggja í oyði millum landa í oyði, og borgir tess liggja avtoftaðar millum borga í toftum; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg leggi eld í Egyptaland, og allir hjálparmenn tess verða morlaðir. Á tí degi skulu ørindrekar fara út frá mær í skipum til tess at loypa ræðslu á hitt ekkaleysa Bláland, og tá skulu teir nøtra vegna ógævudag Egyptalands; tí at sí, hann kemur! So sigur Harrin, drottin: Eg lati Nebukadnezar, Bábelkong, gera enda á mikillæti Egyptalands. Hann og fólk hans við honum, hinar grimmastu tjóðir, skulu verða heimtaðar til tess at oyða landið; teir skulu bregða svørðum sínum móti Egyptalandi og fylla landið við vignum monnum. Eg skal turka upp áarstreymarnar og selja landið illmonnum í hendur og lata fremmandar oyða tað og alt, sum í tí er. Eg, Harrin, havi talað. So sigur Harrin, drottin: Eg beini fyri hjágudunum og avoyði falsgudarnar úr Nób og høvdingarnar úr Egyptalandi, so at teir ikki eru til meira; og eg loypi ræðslu á Egyptaland. Eg oyði Pátros og leggi eld í Zóan og lati revsidóm ganga yvir Nó. Eg helli út vreiði mína yvir Sin, varnarvirki Egyptalands, og týni hina hámiklu múgvuna í Nó. Eg leggi eld í Egyptaland. Sýene skal nøtra, skarð verða brotið á Nó og borgargarður hennara niðurrivin. Hinir ungu menn í Ón og Píbeset skulu falla fyri svørði, og konurnar verða herleiddar. Í Takpankes myrknar dagurin, tá ið eg har bróti veldissprota Egyptalands, og hástóra vald tess má lúta; skýsortin skal hylja Takpankes og døtur hennara verða herleiddar. Soleiðis lati eg revsidóm koma yvir Egyptaland; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Ellivta árið, á sjeynda degi hins fyrsta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn! Eg havi brotið armin á Fárao, Egyptalands kongi, og sí, hann skal ikki verða umbundin og ikki vav verða lagt á hann til at grøða hann, so at hann skuldi styrknað aftur og fingið gripið svørðið. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg ráðist á Fárao, Egyptalands kong, og bróti armar hansara, bæði hin heila og hin ørkymlaða, og lati svørðið gleppa honum úr hondum. Eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini. Armar Bábelkongs skal eg styrkja og geva honum svørð mítt í hondina, men bróta armarnar á Fárao, so at hann skal liggja fyri fótum hans stynjandi, eins og deyðasærdir geva seg. Ja, armar Bábelkongs styrki eg; men armar Fáraos skulu niður signa; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg fái Bábelkongi svørð mítt í hondina, og hann reiggjar tí móti Egyptalandi. Ja, eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Ellivta árið, á fyrsta degi hins triðja mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, sig við Fárao, Egyptalands kong, og við hansara hámiklu múgvu: Við hvønn skalt tú javnmetast í mikilleika? Sí, tú ert sedrisviður á Libanon við føgrum greinum og skuggandi leyvi, hávaksin við krúnu, sum tekur upp í skýggini. Vatnið gav honum vøkstur, og frumhavið gjørdi hann hávaksnan; tað læt áir sínar renna um gróðurstað hans og løkir sínar streyma um allan vøll hans. Tessvegna vaks hann upp um øll hini trøini á markini; gróðurkvistar hans fjølgaðust, og greinar hans gjørdust langar av tí nógva vatninum. Allir fuglar himinsins reiðraðust í greinum hans; undir leyvkrúnu hans løgdu øll djór markarinnar ungar sínar, og í skugga hans hølaðust allar hinar mongu tjóðir. Hann varð fagur og hávaksin við longum greinum, tí at ikki treyt vatnið við røtur hans. Sedristrøini í aldingarði Guðs kundu ikki javnmetast við hann; einki sypristræ hevði tílíkar greinar; einki lyntræ tílíka leyvkrúnu; einki træ í aldingarði Guðs kundi metast við hann í fagurleika. Eg hevði prýtt hann við nógvum greinum, so at øll Edens trø í aldingarði Guðs øvundaðu honum. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at hann varð høgur og hevjaði krúnu sína til skýggja og gjørdist hástórur av síni høgu hædd, tí gevi eg hann upp í hendurnar á einum, ið er veldigur tjóðanna millum; hann skal fara við honum eftir gudloysi hans og beina fyri honum. Fremmandir, hinar grimmastu tjóðir, skulu fella hann og kasta hann frá sær; greinar hans skulu verða tveittar um fjøll og allar dalar, og gróðurkvistar hans liggja avbrotnir í øllum giljum landsins; allar tjóðir jarðarinnar skulu rýma úr skugga hans og lata hann liggja. Á falna stovni hansara skulu allir fuglar himinsins sessast og øll djór markarinnar bólast á greinum hans, til tess at eingi trø við áarløkir skulu verða hástór av sínum mikla vøkstri og eingi trø, sum fáa vatn at drekka, hevja krúnu sína til skýggja ella bretta sær av síni høgu hædd; tí at øll skulu tey verða givin deyðanum og fara oman í undirheimin millum mannabarnanna, millum teirra, ið fara niður í grøvina. So sigur Harrin, drottin: Á tí degi, tá ið hann fer niður í helheimin, lati eg frumhavið aftur fyri honum og tippi áir tess, so at tey miklu vøtnini lætta av at renna; eg lati Libanon klæðast í sorg og øll trø á markini ørmaktast yvir hann. Við duninum av falli hansara skaki eg tjóðirnar upp, tá ið eg lati hann søkka niður í helheimin til teirra, sum farnir eru niður í grøvina; og har niðri í undirheiminum skulu uggast øll Edens trø, hini frálíku og dýrmætu trøini á Libanon, øll, sum vatn hava drukkið. Eisini tey fara saman við honum niður í helheim til teirra, sum av svørði eru vignir og hava sitið sum hjálparar hans í skugga av honum tjóðanna millum. Hvat av Edens trøum kundi javnmetast við teg í dýrd og stødd? Og tó skalt tú saman við Edens trøum verða rindaður niður í undirheimin; har skalt tú liggja millum hinna óumskornu saman við teimum, ið av svørði eru vignir. Hetta er Fárao og øll hansara hámikla múgva, sigur Harrin, drottin.
Á tólvta ári, fyrsta dagin hins tólvta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, hevja harmljóð um Fárao, kong Egyptalands, og sig við hann: Tú ungljón millum tjóðanna, tað er úti við tær! Og tó vart tú eins og sjódreki í havinum, froysti við nasunum og gruggaði vatnið við fótunum og móraði streymar tess. So sigur Harrin, drottin: Við manngarði margra tjóða seti eg nót mína fyri teg, í neti mínum skulu teir draga teg upp. Eg varpi tær upp á land og tveiti teg út á vøllin; allar fuglar himinsins lati eg flykkjast um teg og metti við tær øll djór á jørðini. Holdið av tær kasti eg niðan á fjøllini og fylli gilini við ræi tínum. Við útrensli tínum væti eg landið alt at fjøllunum og fylli dalarnar við blóði tínum. Og tá ið tú sloknar, byrgi eg himinin og lati stjørnurnar í sorgarbúna, í skýggi hylji eg sólina, og mánin skal ikki koma fram. Øll himnaljós lati eg í sorgarbúna vegna tín og lati myrkur hylja land títt, sigur Harrin, drottin. Mangar tjóðir lati eg kenna sviða í barmi, tá ið eg føri títt herleidda fólk út millum tjóðanna til landa, sum tú ikki kennir. Og mangar tjóðir lati eg øtast yvir teg, og kongar teirra ønskrast av ræðslu vegna tín, tá ið eg reiggi svørði mínum framman fyri teimum; hvørja løtu skulu teir óttast, hvør fyri lívi sínum á tí degi, tá ið tú fellur. Tí at so sigur Harrin, drottin: Svørð Bábelkongs skal koma yvir teg. Eg skal fella tína hámiklu múgvu við svørði kappa, sum allir eru úr grimmastu tjóðum; teir skulu beina fyri skreyti Egyptalands, og øll tess hámikla múgva skal týnast. Eg oyði allan fenað tess og rívi hann burtur frá teim miklu vøtnum, eingin mannafótur skal meira grugga tey aftur, ei heldur kleyv á nøkrum djóri. Síðan lati eg vøtnini setast og áirnar renna sum olju, sigur Harrin, drottin, og tá ið eg geri Egyptaland til reyn og oyði landið og alt, sum í tí er, og havi beint fyri øllum íbúgvum tess, tá munnu teir viðurkenna, at eg eri Harrin. Hetta er harmljóð, sum tú skalt hevja um Egyptaland; døtur tjóðanna skulu kvøða tað; um Egyptaland og alla tess hámiklu múgvu skulu tær kvøða tað, sigur Harrin, drottin. Tólvta árið, á fimtanda degi mánaðarins, kom orð Harrans til mín soljóðandi: Mansbarn, vena teg um hina hámiklu múgvu Egyptalands og hevja harmljóð um hana, tú og døtur tjóðanna; stíg niður í undirheimin til teirra, sum niður eru farin í grøvina! Ert tú yndisligari enn aðrir? Stíg oman og legg teg har hjá hinum óumskornu! Millum teirra, sum av svørði vórðu vignir, skal hann falla og liggja har saman við allari síni hámiklu múgvu. Í miðjum helheimi skulu høvdingar hetjanna tala til hansara: Ert tú frægari enn aðrir? Stíg oman og legg teg her hjá hinum óumskornu! Har er Assur og allur manngarður hansara kring um grøv hansara, allir samlir vignir menn, falnir fyri svørði. Inni á botni í gravhellinum fekk hann grøv sína; og har liggur manngarður hans kring grøv hansara, allir samlir vignir menn, falnir fyri svørði, men høvdu áður latið staðið ræðslu av sær í landi livandi manna. Har er Elam við allari síni hámiklu múgvu kring um grøv sína; allir eru teir vignir menn, ið falnir eru fyri svørði, og eru farnir óumskornir niður í undirheimin, menn, sum áður høvdu latið staðið ræðslu av sær í landi livandi manna. Nú bera teir vanvirðing millum teirra, sum niður eru farnir í gravhellið. Millum vigna manna fekk hann legu sína saman við allari síni hámiklu múgvu kring um grøv sína; allir eru teir óumskornir, falnir fyri svørði; tí at eitt sinn stóðst ræðsla av teimum í landi livandi manna. Men nú bera teir vanvirðing sína; millum vigna manna vórðu teir lagdir. Har eru Mesjek og Túbal við øllum sínum hámiklu múgvum kring um gravir sínar, allir samlir óumskornir av svørði vignir, sum eitt sinn lótu ræðslu standast av sær í landi livandi manna. Teir fingu ikki legu hjá hetjunum, risunum í forðum, sum fóru niður í helheimin í herklæðum sínum; svørð teirra vórðu løgd undir høvur teirra, og skildir teirra lógu yvir beinum teirra; tí at ræðsla stóðst av hetjunum í landi livandi manna. Og tú skalt liggja sorlaður millum óumskorna og svørðvigna manna. Hvar er Edóm við kongum og øllum høvdingum sínum, ið fingu gravir sínar millum svørðvigna manna; saman við óumskornum liggja teir millum teirra, ið fóru niður í grøvina. Har eru stórhøvdingar Norðursins allir samlir og allir Zidonitar, ið stigu niður til hinar vignu, skammfullir hóast megi teirra, ið so mikil ræðsla stóðst av; teir liggja óumskornir millum svørðvigna manna og bera vanvirðing sína millum teirra, ið fóru niður í grøvina. Tá ið Fárao sær teir, fær hann ugga av allari síni hámiklu múgvu, sigur Harrin, drottin. Tí at hann læt ræðslu standast av sær í landi livandi manna; men nú liggur hann millum óumskorna og svørðvigna manna, Fárao sjálvur og øll hansara hámikla múgva, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, tala til landar tínar og sig við teir: Tá ið eg lati svørðið koma yvir eitthvørt land, og fólkið í landinum tekur mann úr hópi sínum og skipar hann varðmann sín, og hann sær svørðið koma yvir landið og blæsur í lúðurin til tess at gera fólkið vart við tað, men tann, ið hoyrir lúðrablásturin, ikki tekur við ávaring, og svørðið kemur og rakar hann, tá skal blóð hansara koma yvir hans egna høvur. Hann hoyrdi lúðrablásturin, men tók ikki við ávaring; blóð hansara skal koma yvir hans egna høvur; men hin, ið varaði hann við, hevur bjargað lívi sínum. Men sær varðmaðurin svørðið koma og blæsur tó ikki í lúðurin, og fólkið verður ikki varað við, og svørðið kemur og rakar ein teirra, tá er tað vissuliga fyri misgerð sína, at hann verður raktur, men blóð hansara krevji eg av hond varðmansins. Men teg, mansbarn, havi eg skipað varðmann fyri Ísraels húsi, til tess at tú varar teir við, tá ið tú hoyrir orð av munni mínum. Tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki talar til tess at vara hann við sín vánda veg, tá skal hann fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara krevji eg av tíni hond. Men varar tú hin gudleysa við veg hans, at hann skal víkja av honum, og hann kortini ikki ger tað, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum. Og tú, mansbarn, sig við hús Ísraels: Tit siga: Misgerðir og syndir várar níva okkum, og vegna teirra eru vit komnir burtur í einki, hvussu skulu vit lívi halda? Sig við teir: So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, havi eg ongan tokka í deyða hins gudleysa, men at hin gudleysi víkur av vegi sínum, so at hann verður á lívi. Snúgvið tykkum, snúgvið tykkum frá tykkara vándu vegum! Hví vilt tú, hús Ísraels, týna lívið? Men tú, mansbarn, sig við landar tínar: Rættlæti hins rættvísa skal ikki bjarga honum á tí degi, tá ið hann syndar; og gudloysi hins gudleysa skal ikki fella hann á tí degi, tá ið hann víkur frá gudloysi sínum; heldur ikki kann hin rættláti bjarga sær við rættvísi síni á tí degi, tá ið hann syndar. Tá ið eg sigi við hin rættvísa, at hann skal lívi halda, og hann tá í troysti á rættvísi sína fremur órætt, tá skal øll rættvísi hansara einki bata honum; fyri ta misgerð, sum hann hevur gjørt, skal hann doyggja. Og tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal lívið týna, og hann tá lættir av synd síni og fremur rætt og rættvísi, letur tað veðsetta frá sær aftur, endurgeldur tað, sum hann hevur rænt, og fer eftir lívsins lógum, so at hann ikki meira fremur órætt, hann skal lívi halda og ikki doyggja; eingin av syndum teimum, ið hann hevur gjørt, skal verða tilroknað honum; hann hevur íðkað rætt og rættlæti, vissuliga skal hann lívi halda. Og nú siga landar tínir: Vegur Harrans er ikki rættur! Men tað er teirra vegur, ið ikki er rættur. Tá ið hin rættvísi víkur frá rættlæti sínum og fremur órætt, skal hann doyggja fyri tað. Og tá ið hin gudleysi víkur frá gudloysi sínum og íðkar rætt og rættlæti, tá skal hann lívi halda fyri tað. Og tó siga tit: Vegur Harrans er ikki rættur! Eg skal døma hvønn tykkara eftir vegi hans, Ísraels hús! Ellivta árið eftir, at vit vórðu herleiddir, á fimta degi hins tíggjunda mánaðar, kom flóttamaður úr Jerúsalem til mín við hesum tíðindum: Borgin er tikin! Men hond Harrans var komin yvir meg kvøldið fyri, sum flóttamaðurin kom, og hann hevði latið munn mín upp, áður enn hann kom til mín um morgunin; og munnur mín opnaðist, og eg var ikki longur dumbur. Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn! Teir, ið búgva í toftunum her í Ísraels landi, siga: Ábraham var einans ein, og tó ognaðist honum landið, vit eru mangir, okkum er landið fingið til ognar! Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Tit eta kjøt við blóði í, hevja eygu tykkara til hjágudanna og úthella blóð, og tó vilja tit eiga landið! Tit troysta á svørð og fremja tað, sum andstyggiligt er, tit spilla konurnar hvør hjá øðrum, og tó vilja tit eiga landið! Soleiðis skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: So satt sum eg livi, skulu teir, sum hølast í toftunum, falla fyri svørði; teir, sum eru úti á víðavangi, gevi eg villdjórunum til føðslu, og teir, sum hølast í fjallavirkjum og hellum, skulu doyggja av drepsótt. Eg geri landið til reyn og oyði, tess hástóra veldi skal farast, og Ísraels fjøll skulu liggja í oyði, so at eingin fer um tey. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg geri landið til reyn og oyði aftur fyri allar tær andstygdir, ið teir hava framt. Og tú, mansbarn, sí, landar tínir, ið standa undir veggjum og í húsadurum og tala um teg, siga hvør við annan: Komið, latum okkum hoyra, hvat tað er fyri orð, ið kemur frá Harranum! Og teir koma til tín í flokkum og sessast framman fyri tær til tess at hoyra orð tíni; men teir gera ikki eftir teimum, tí at lygn er í munni teirra, og hjartað stundar á vinning. Og sí, tú ert teimum eins og ein, ið kvøður ástarkvæði, sum ein, ið hevur vakurt mál, og er kønur í streingjaleiki. Teir lýða á orð tíni, men gera ikki eftir teimum. Men tá ið tað kemur fram – og fram skal tað koma – tá skulu teir sanna, at profetur hevur verið teirra millum!
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, profetera móti hirðum Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Vei hirðum Ísraels, ið røkta seg sjálvar! Er tað ikki seyðirnar, ið hirðarnir eiga at røkta? Mjólkina drukku tit og klæddu tykkum av ullini og slátraðu hini gøddu dýrini, men røktaðu ikki seyðin. Tit magnaðu ikki hini veiku og grøddu ikki tey sjúku; tað løstaða bundu tit ikki um, tað burturvilsta fingu tit ikki aftur á leið, og tí farna leitaðu tit ikki eftir; tit valdaðu teimum við harðskapi og grimd. Av tí at eingin var hirðin, spjaddust teir og vórðu øllum markarinnar djórum til føðslu; soleiðis spjaddust teir um. Seyðir mínir reikaðu um øll fjøll og allar høgar hæddir, um alt landið spjaddust seyðir mínir; men eingin skoytti teimum, og eingin leitaði eftir teimum. Hoyrið tí orð Harrans, tit hirðar! So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin: Aftur fyri at seyðir mínir vórðu at herfongi, og fyri at seyðir mínir vórðu øllum markarinnar djórum til føðslu, við tað at eingin var hirðin, og fyri at hirðarnir einki skoyttu seyðunum, men røktaðu seg sjálvar og ikki seyðirnar – hoyrið tessvegna orð Harrans, tit hirðar: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg komi yvir hirðarnar og krevji seyðir mínar av hondum teirra; eg koyri teir frá sum hirðar, og teir skulu ikki longur røkta seg sjálvar, men eg skal bjarga seyðum mínum úr gapi teirra, so at teir ikki meira verða teimum til føðslu! Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg vil sjálvur sóknast eftir seyði mínum og goyma at honum. Eins og hirðin goymir at fylgi sínum á illveðursdegnum, soleiðis vil eg goyma at seyðum mínum og heimta teir aftur av øllum teimum støðum, ið teir spjaddust um á degi skýsortans og niðamyrkursins. Eg skal føra teir út frá tjóðunum og savna teir úr londunum og leiða teir inn í land teirra; eg skal røkta teir á Ísraels fjøllum, í dølunum og á øllum bygdum bólum í landinum. Á góðum grasfløtum goymi eg at teimum, á Ísraels háfjøllum skal beitilendi teirra vera; á góðum haglendi skulu teir bólast og ganga á biti á feitum grasfløtum á Ísraels fjøllum. Eg vil sjálvur halda seyði mínum til haga og sjálvur lata teir leggja seg á ból, sigur Harrin, drottin; hinum farna vil eg leita eftir og fáa tað burturvilsta aftur á leið, binda um hitt løstaða og magna hini veiku; eisini hinum feita og sterka skal eg goyma at; eg vil røkta teir rættvísiliga. Og tit, seyðir mínir! So sigur Harrin, drottin: Sí, eg dømi seyðanna millum og millum veðra og havra. Eru tit ikki nøgdir við at ganga í hinum besta beitilendi, at tit við fótum tykkara eisini kleyva niður tað, sum eftir er av beitilendi tykkara? Og eru tit ikki nøgdir við at drekka tað skæra vatnið, at tit eisini grugga við fótum tykkara tað, sum eftir er? Soleiðis verða seyðir mínir at bíta tað, sum føtur tykkara hava kleyvað niður, og drekka tað, sum tit hava gruggað við fótum tykkara. Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg komi og dømi millum hinar feitu og hinar soltnu seyðirnar! Av tí at tit við liðini og økslum fírdu undir hini veiku djórini og stangaðu tey við hornum tykkara, til tit fingu rikið tey burtur, tí skal eg nú koma seyðum mínum til hjálpar, so at teir ongantíð aftur verða rændir, og eg skal døma seyðanna millum. Eg skal skipa einans hirða yvir teir, tænara mín, Dávid, ið skal goyma at teimum; hann skal goyma at teimum og verða hirði teirra. Og eg, Harrin, skal vera Guð teirra, og tænari mín, Dávid, skal vera høvdingi millum teirra, so satt sum eg, Harrin, havi talað! Eg geri friðarsáttmála við teir og oyði øll villdjór út úr landinum, so at teir mega búgva ekkaleysir í oyðimørkini og sova á skógunum. Eg geri teir og landið kring um hædd mína at signing; í tøkum tíma sendi eg glopraregnið og lati skúrir mínar koma við signing. Trøini á markini skulu geva ávøkst sín og jørðin gróður sín; og teir skulu búgva ekkaleysir á jørð síni og viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg bróti okstengur teirra og bjargi teir út úr hondum teirra, ið trælkað teir hava. Teir skulu ikki aftur verða tjóðunum til herfong og ikki verða sundurskræddir av villdjórum landsins; ekkaleysir skulu teir búgva, og eingin skal ræða teir. Eg lati teimum friðarvøkstur spretta upp, og eingin skal aftur farast av hungri í landinum; og teir skulu ikki meira bera háðan tjóðanna. Teir skulu viðurkenna, at eg, Harrin, Guð teirra, eri við teimum, og at teir, Ísraels hús, eru fólk mítt, sigur Harrin, drottin. Tit eru seyðir mínir, tit eru teir seyðir, sum eg røkti; og eg eri Guð tykkara, sigur Harrin, drottin.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Se'irs fjalli og profetera ímóti tí og sig við tað: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma yvir teg, Se'irs fjallaland, hevja hond mína móti tær og gera teg til oyðimørk og reyn! Borgir tínar tofti eg av, og sjálv skalt tú verða at oyði, so at tú viðurkennir, at eg eri Harrin. Av tí at tú goymdi ævigan fíggindskap og seldi Ísraelsmenn undir svørðseggjar á ógævustund teirra, tá ið misgerð teirra var búgvin, tí skal eg, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, gera teg til blóð, og blóðsekt skal elta teg; vissuliga hevur tú gjørt teg sekan í blóði, og blóðsekt skal elta teg! Eg geri Se'irs fjallaland til oyðimørk og reyn og týni haðan øll, sum fara og koma. Eg fylli tess fjøll við vignum monnum; á heyggjum tínum, í giljum og øllum gjáum tínum skulu svørðvignir falla. Til ævigt oyði geri eg teg, og borgir tínar skulu ikki verða afturbygdar; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin. Av tí at tú sigur: Báðar tjóðirnar og bæði londini skulu hoyra mær til; eg taki tær til ognar, tó at Harrin var her, tessvegna vil eg, so satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, fara við tær samsvarandi teirri vreiði og tí vandlæti, sum tú í hatri tínum lætst verða teimum fyri; og eg skal gera meg kunnan á tær, tá ið eg dømi teg; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg havi hoyrt øll hesi háðorð, ið tú hevur mælt ímóti Ísraels fjøllum: Tey liggja í oyði, okkum eru tey givin til føðslu! Tú hevur verið ógvorðaður ímóti mær og lagt at mær við nógvum orðum; vissuliga havi eg hoyrt tað. So sigur Harrin, drottin: Eins og tú fegnaðist um land mítt, at tað varð lagt í oyði, soleiðis skal eg eisini lata verða tær fyri; og eins og tú fegnaðist um, at arvaluturin hjá Ísraels húsi varð til reyn, soleiðis skal eg eisini gera móti tær. Oyði skalt tú verða, Se'irs land, og Edóm alt samalt. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Men tú, mansbarn, profetera um Ísraels fjøll og sig: Tit Ísraels fjøll, hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin, drottin: Av tí at fíggindin rópaði eftir tykkum: Há, há! Hasar fyrndargomlu toftirnar, nú eru tær okkara ogn! tessvegna profetera tú og sig: So sigur Harrin, drottin: Av tí at grannatjóðirnar hava oytt og girnast tykkum, og hinar tjóðirnar hava ognað sær tykkum, og av tí at tit eru komnir út í orð og verða spiltir út av monnum, tessvegna hoyrið, tit Ísraels fjøll, orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin, við fjøllini og heyggjarnar, við gilini, dalarnar og oyðitoftirnar og hinar avtoftaðu borgirnar, ið eru vorðnar herfongur og spott fyri hinar tjóðirnar, ið kring tykkum búgva, tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vissuliga skal eg tala í brennandi vandlæti mínum móti hinum tjóðunum og øllum Edóm, sum av øllum hjartans fagnaði og í háðisligari girnd hava ætlað sær land mítt til ognar við at reka íbúgvar tess burtur og ræna tað! Profetera tí um Ísraels land og sig við fjøllini og heyggjarnar og gilini og dalarnar: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal tala í vandlæti mínum og bræði, av tí at tit bera háðan tjóðanna! Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eg hevji hond mína og svørji: Vissuliga skulu tær tjóðir, ið kring tykkum búgva, sjálvar bera háðan sína! Men tit, Ísraels fjøll, skulu skjóta greinum og bera fólki mínum Ísrael ávøkst; tí at skjótt munnu teir koma heim aftur. Tí at sí, eg komi og snúgvi mær til tykkara; og tit skulu verða velt og sáað. Eg man fjølga á tykkum fólkið, alt Ísraels hús; borgirnar skulu verða bygdar og toftirnar reistar av nýggjum. Eg fjølgi á tykkum fólk og fenað, ja, teir skulu fjølgast og nørast; og eg skal lata tykkum verða bygd eins og í forðum og sýna tykkum enn meira góðvild enn áður; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg lati menn ganga á tykkum, fólk mítt Ísrael; teir skulu taka teg til ognar, og tú skalt verða ognarlutur teirra og ikki meira gera teir barnleysar. So sigur Harrin, drottin: Av tí at teir siga við teg: Tú ert mannaátari og ert von við at gera fólk títt barnleyst! tí skalt tú ikki meira eta menn og ikki meira gera fólk títt barnleyst, sigur Harrin, drottin. Og eg skal ikki longur lata teg hoyra háðan tjóðanna; og tú skalt ikki meira bera vanmetan heidninganna, og fólk títt skalt tú ikki meira gera barnleyst, sigur Harrin, drottin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú, mansbarn! Meðan Ísraels ætt búði í landi sínum, gjørdu teir tað óreint við atferðum sínum og gerðum; eins og óreinskan hjá hini mánasjúku var atferð teirra fyri mær. Tá helti eg út vreiði mína yvir teir fyri tað blóð, ið teir høvdu helt út í landinum, og vegna tess, at teir høvdu gjørt tað óreint við hjágudum sínum. Eg spjaddi teir um millum tjóðanna og syndraði teir út um londini; eftir atferð og gerðum teirra dømdi eg teir. Soleiðis komu teir út millum tjóðanna; og hvar teir komu, vanhalgaðu teir mítt heilaga navn, við tað at sagt varð um teir: Hetta er fólk Harrans, og tó noyddust teir at fara burtur úr landi sínum! Tá neit tað meg sárt, at Ísraels hús soleiðis vanhalgaði mítt heilaga navn úti millum tjóðanna, hvar teir komu. Sig tí við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Tað er ikki tykkara vegna, hús Ísraels, at eg taki mær um reiggj, men heldur vegna mítt heilaga navn, ið tit hava vanhalgað úti millum tjóðanna, hvar tit komu. Eg skal halga mítt mikla navn, ið verður vanhalgað úti millum tjóðanna, við tað at tit hava vanhalgað tað teirra millum; og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sýni heilagleika mín á tykkum fyri eygsjón teirra. Eg man taka tykkum burtur úr tjóðunum og savna tykkum saman úr londunum og flyta tykkum heim aftur í land tykkara. Tá støkki eg reint vatn á tykkum, so at tit verða reinir; eg man reinsa tykkum frá øllum óreinskum og hjágudum tykkara. Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda tykkum í bróst; steinhjartað taki eg burtur úr likami tykkara og gevi tykkum hjarta av holdi. Anda mín leggi eg tykkum í bróst og fái tað so í lag, at tit fara eftir fyriskipanum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey. Tit skulu búgva í tí landinum, sum eg gav fedrum tykkara, og tit skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð tykkara. Eg man frelsa tykkum undan øllum óreinskum tykkara; eg man kalla á kornið og margfaldi tað, og eg lati ikki aftur hungursneyð koma yvir tykkum. Eg man margfalda ávøkstin á trøunum og gróðurin á markini, til tess at tit ikki meira verða háðaðir tjóðanna millum vegna hungurs. Tá munnu tit minnast á tykkara vándu atferð og á gerðir tykkara, sum ikki vóru góðar, og tykkum man standast við tykkum sjálvar vegna misgerðir og andstygdir tykkara. Ikki er tað tykkara vegna, at eg taki mær um reiggj, sigur Harrin, drottin; tað skulu tit vita! Skammist og verið lotir av atferð tykkara, Ísraels hús! So sigur Harrin, drottin: Á tí degi, tá ið eg reinsi tykkum frá øllum misgerðum tykkara, lati eg borgirnar verða bygdar aftur og hús verða reist úr toftum; hitt oydda landið skal verða dyrkað í staðin fyri at liggja í oyði fyri eygsjón alra teirra, ið koma framvið. Tá skal tað ljóða: Hetta landið, sum lá í oyði, er nú vorðið eins og Edens garður; og borgirnar, sum lógu avtoftaðar og sorlaðar og smildraðar, eru nú víggirdar og bygdar. Tá munnu tjóðirnar, ið eftir eru kring tykkum, viðurkenna, at eg, Harrin, havi bygt upp aftur tað, sum niðurbrotið var, og gróðursett tað, sum lagt var í oyði. Eg, Harrin, havi talað og man útinna tað. So sigur Harrin, drottin: Eisini hesa bøn vil eg veita Ísraels húsi: Eg skal lata mannfjøldir teirra økjast eins og seyðafylgi. Eins og fjøldir av offurdjórum og seyðafylgi fylla Jerúsalem á hátíðunum, soleiðis skulu hinar avtoftaðu borgirnar verða fyltar av mannafylgjum, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Hond Harrans kom yvir meg og førdi meg í andanum út og slepti mær í miðjum dalinum; hann var fullur av mannabeinum. Og hann leiddi meg um tey allar vegir, og sí, har lógu tey í stórum rúgvum; tey vórðu upptornað. Og hann segði við meg: Mansbarn! Man lív koma aftur í hesi beinini? Eg svaraði: Harri, drottin, tú veitst tað! Tá segði hann við meg: Profetera yvir hesum beinunum og sig við tey: Tit upptornaðu bein, hoyrið orð Harrans! So sigur Harrin, drottin, um hesi bein: Sí, eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi. Eg leggi sinar um tykkum og lati hold vaksa á tykkum og dragi húð aftur yvir tykkum; og eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi, og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg gjørdi tá, sum mær var boðið; men meðan eg profeteraði, sí, tá hoyrdist tysan og brakan, og beinini tóku at nærkast hvørt aftur at øðrum. Og eg sá, hvussu sinar vórðu lagdar um tey, hvussu holdið vaks fram, og hvussu húðin varð drigin aftur yvir; men andi var eingin í teimum. Tá segði hann við meg: Tala við andan, profetera, tú mansbarn, og sig við andan: So sigur Harrin, drottin: Andi, kom úr hinum fýra ættunum og anda í hesar vignu menn, at teir mega livna við aftur! Eg profeteraði nú, eins og mær var boðið; tá kom andin í teir, og teir livnaðu við og fóru á føtur, ovurstórur herur. Síðan segði hann við meg: Mansbarn! Hesi bein eru allir Ísraelsmenn; sí, teir siga: Bein okkara eru upptornað og vón okkara brotin; vit eru farnir! Profetera og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk mítt, rísa upp úr gravum tykkara og føri tykkum inn í Ísraels land. Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk mítt, rísa upp úr gravum tykkara. Eg leggi tykkum anda mín í bróstið, so at tit livna við aftur, og lati tykkum búgva í landi tykkara; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg havi talað og man útinna tað, sigur Harrin. Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Tú, mansbarn, tak tær stav og rita á hann: Júda og teir Ísraelsmenn, sum eru saman við honum. Tak tær síðan annan stav og rita á hann: Jósef, stavur Efraims, og allir Ísraelsmenn, sum eru saman við honum. Bind teir saman, so at teir verða til ein stav í hond tíni. Og tá ið landar tínir siga við teg: Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú hevur í hyggju við hesum? tá skalt tú svara teimum: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg taki stav Jósefs, sum er í hondini hjá Efraim og hjá teimum Ísraels ættargreinum, sum eru saman við honum, og bindi hann aftur at stavi Júda, so at teir verða ein stavur í hond Júda. Og stavirnar, sum tú ritar á, skalt tú hava í hondini, so at teir mega síggja teir. Og tala síðan til teirra: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg taki Ísraelsmenn burtur úr tjóðunum, ið teir vóru farnir til, og savni teir saman úr øllum ættum og leiði teir aftur inn í land sítt. Og eg geri teir til eina tjóð í landinum á Ísraels fjøllum; teir skulu allir hava ein kong og ikki meira vera tvær tjóðir ella skiftir í tvey kongaríki. Teir skulu ikki aftur óreinsa seg av hjágudum sínum og andstygdum ella við trúnaðarslítan síni; eg skal frelsa teir frá øllum fráfalssyndum teirra og reinsa teir; og teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra. Tænari mín Dávid skal vera kongur yvir teimum; og teir skulu allir hava ein hirða og gera eftir lógboðum mínum og varðveita fyriskipanir mínar og halda tær. Teir skulu búgva í tí landinum, sum eg gav tænara mínum Jákupi, og sum fedrar teirra búðu í; teir og børn teirra og barnabørn skulu búgva í tí allar ævir; og tænari mín Dávid skal vera høvdingi teirra ævinliga. Og eg man gera friðarsáttmála við teir; ævigur sáttmáli skal tað vera; og eg man gera teir fjølmentar og lata halgidóm mín ævinliga vera teirra millum. Bústaður mín skal vera hjá teimum; eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. Og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, ið halgar Ísrael, tá ið halgidómur mín verður tykkara millum um allar ævir.
Orð Harrans kom til mín soljóðandi: Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Gog í Mágog-landi, høvdinga yvir Rosj, Mesjek og Túbal, og profetera móti honum og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg ráðist á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! Eg skal snúgva tær á, seta onglar í kjálkar tínar og leiða teg út saman við øllum herliði tínum, hestum og reiðmonnum, ið allir eru skrýddir í skarlak, ovurmikil manngarður, allir við skildi og hjálmi og svørði í hendi. Persar, Blámenn og Putmenn eru við teimum; allir við skildi og hjálmi. Gómer og allir herflokkar hans, Tógarma, hin norðasta tjóðin – og allir herflokkar hennara; í ferðini við tær eru mangar tjóðir. Búgv teg út og ver búgvin, tú og allar herfjøldir tínar, ið hava savnast um teg, og ver til reiðar at veita mær tænastu. Eftir langa tíð skulu boð koma eftir tær; tá ið árini eru at enda, skalt tú ráðast á land, ið er sloppið undan svørði, á fólk, sum úr mongum tjóðum hevur verið savnað saman á Ísraels fjøllum, ið so leingi hava ligið í oyði, fólk, ið hevur verið flutt burtur úr tjóðunum og nú býr alt samalt ekkaleyst. Tú skalt hevja teg eins og harðveður og koma sum óveðursskýggj til tess at hylja landið, tú og allir herflokkar tínir og hinar mongu tjóðir, ið við tær eru. So sigur Harrin, drottin: Á tí degi munnu illar hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú manst fara at verða vándur í ráðum og siga: Eg vil fara ímóti landi við opnum bygdum og ráðast á friðsamar menn, ið búgva ekkaleysir, ið allir búgva uttan borgargarðar og hvørki hava lokur ella lið – til tess at ræna og rupla og leggja hond á borgir, ið upp aftur eru bygdar, á fólk, sum er savnað saman úr tjóðunum og hevur vunnið sær ognir og eyð og nú býr á nalva jarðarinnar. Keypmenn úr Sába og Dedan og alt sølufólkið úr Tarsis siga við teg: Kemur tú til tess at ræna og rupla, hevur tú drigið herfjøldir tínar saman til tess at ræna, at flyta burtur silvur og gull, vinna ognir og eyð og taka miklan herfong? Profetera tí, mansbarn, og sig við Gog: So sigur Harrin, drottin: Ja, á tí degi, meðan fólk mítt Ísrael býr ekkaleyst, skalt tú halda avstað og koma úr heimstaði tínum dygst í norðuri, tú og mangar tjóðir við tær, allir á hestbaki, mikil manngarður, fjølmentur herur; eins og stormskýggj skalt tú koma yvir fólk mítt Ísrael og hylja landið; á hinum síðstu døgum skal eg leiða teg móti landi mínum, til tess at tjóðirnar skulu kenna meg, tá ið eg fyri eygum teirra sýni heilagleika mín á tær, Gog. So sigur Harrin, drottin: Ert tú tann, sum eg í forðum talaði um við tænarum mínum, Ísraels profetum, ið profeteraðu á teimum døgum, at eg skuldi lata teg ráðast á teir? Men á tí degi, tá ið Gog fer ímóti Ísraels landi, sigur Harrin, drottin, tá gevi eg vreiði míni opnar ræsur. Í vandlæti mínum og brennandi bræði míni sigi eg: Vissuliga, á tí degi skal mikil landskjálvti verða um Ísraels land. Tá skulu fiskar havsins og fuglar himinsins, djór markarinnar og alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, og allir menn, sum á jørðini búgva, skelva fyri mær; fjøllini skulu kollveltast, hamrarnir rapa oman og hvør borgargarður til jarðar falla. Allar ræðslur loypi eg á hann, sigur Harrin, drottin, so at teir bregða svørðunum hvør móti øðrum. Og eg skal fella dóm yvir hann við drepsótt og blóðsúthelling, við dynjandi regni og grótheglingi; eld og brennistein lati eg regna oman yvir hann og herflokkar hans og allar tær tjóðir, ið við honum eru. Mikil og heilagur skal eg birtast og gera meg kunnan fyri eygsjón margra tjóða; og tær skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Og tú, mansbarn, profetera tú móti Gog og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal koma fram á teg, Gog, høvdingi yvir Rosj, Mesjek og Túbal! Eg snúgvi tær við og fari við tær, lati teg koma dygst úr norðuri og leiði teg niðan á Ísraels fjøll. Tá slái eg bogan úr vinstru hond tíni, og úr tíni høgru skulu ørvar tínar detta. Á Ísraels fjøllum skalt tú falla, tú og allir herflokkar tínir og tær tjóðir, ið við tær eru; alskyns ránsfuglum og djórum markarinnar gevi eg teg til føðslu. Úti á víðavangi skalt tú falla, so satt sum eg havi talað, sigur Harrin, drottin. Og eg sendi eld yvir Mágog og hinar ekkaleysu oyggjaskeggjar; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg geri heilaga navn mítt kunnugt í fólki mínum Ísrael og lati ikki aftur mítt heilaga navn verða vanhalgað; og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, heilagur í Ísrael. Ja, tað kemur fram og fer at henda, sigur Harrin, drottin; tað er dagurin, ið eg havi talað um. Tá skulu íbúgvarnir í Ísraels borgum fara út og kynda eld, og teir skulu kyka við herklæðum, við smáum og stórum skildum, við bogum og ørvum, lurkum og lansum; í sjey ár skulu teir elda við hesum. Og teir skulu ikki bera við heim úr bønum ella høgga hann í skóginum, men kynda eld við herklæðum; teir skulu taka herfong frá teimum, ið fæoyddu teir, og ræna teir, ið rændu teir, sigur Harrin, drottin. Á tí degi lati eg Gog fáa leggstað í Ísrael, Vallaranna dal fyri eystan havið; tað skal steingja vegin fyri vallarum; har skulu teir jarða Gog og alla hansara hámiklu múgvu og nevna staðin: Dalur hinnar hámiklu múgvu Gogs. Og Ísraels hús skal vera sjey mánaðir um at jarða teir til tess at reinsa landið. Alt fólkið í landinum skal vera við til at jarða teir; og tað skal verða teimum til frægdar á tí degi, tá ið eg geri meg dýrmætan, sigur Harrin, drottin. Menn skulu verða skipaðir í tað støðuga starv at fara um landið og leita upp teir, ið liggja eftir oman á jørðini úti um landið, til tess at reinsa tað; tá ið sjey mánaðir eru lidnir, skulu teir fara undir at leita. Og tá ið teir fara um landið, og einhvør teirra ber eyga við mannabein, tá skal hann reisa varða hjá teimum, til tess at gravararnir skulu jarða tey í dali hinnar hámiklu múgvu Gogs. Har skulu teir jarða alla hina hámiklu múgvu, og soleiðis skal landið verða reinsað! Og tú, mansbarn! So sigur Harrin, drottin: Sig við allar floygdar fuglar og øll djór markarinnar: Savnist saman og komið; tyrpist saman úr øllum ættum í offurveitslu mína, sum eg haldi fyri tykkum, mikla offurveitslu á Ísraels fjøllum, har sum tit skulu eta kjøt og drekka blóð. Kjøt av hetjum skulu tit eta og drekka blóð av jarðarinnar høvdingum: Veðrar, lomb, havrar og tarvar, alt samalt gøtt í Básjan. Og tit skulu eta tykkum mettar av feitum kjøti og drekka tykkum druknar av blóði í offurveitslu míni, sum eg haldi fyri tykkum. Tit skulu metta tykkum við borð mítt av reiðhestum og vagnhestum, av hetjum og alskyns hermonnum, sigur Harrin, drottin. Eg sýni dýrd mína tjóðanna millum, og allar tjóðir skulu síggja revsidóm mín, sum eg útinni, og hond mína, sum eg leggi á teir. Men Ísraels hús skal viðurkenna, at eg, Harrin, eri Guð teirra frá tí degi og framvegis. Og tjóðirnar skulu sanna, at Ísraels hús mátti fara í útlegd vegna misgerðir sínar, fyri at teir slitu trúnað við meg, so at eg fjaldi andlit mítt fyri teimum og gav teir upp í hendur fígginda teirra; tí fullu teir allir fyri svørði. Eg fór við teimum sambært óreinsku og trúloysi teirra og fjaldi andlit mítt fyri teimum. Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Nú vil eg venda lagnu Jákups og várkunna øllum Ísraels húsi og vera vandlátur um mítt heilaga navn. Og teir skulu gloyma vanvirðing sína og alt tað trúloysi, sum teir hava framt ímóti mær, tá ið teir aftur búgva ekkaleysir í landi sínum, og eingin ger teimum ónáðir, tá ið eg leiði teir heim aftur úr tjóðunum og savni teir saman úr londum fígginda teirra og sýni heilagleika mín á teimum fyri eygsjón margra tjóða. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra, tá ið eg eftir at hava herleitt teir út til tjóðanna, nú savni teir inn aftur á teirra egna land uttan at lata nakran teirra verða eftir og ikki meira fjali andlit mítt fyri teimum; tí at eg havi úthelt anda mín yvir alt Ísraels hús, sigur Harrin, drottin.
Á tjúgunda og fimta ári eftir at vit vóru herleiddir, í byrjan ársins á tíggjunda degi mánaðarins, fjúrtanda árið eftir at borgin var tikin, beint á tí degi kom hond Harrans yvir meg og leiddi meg í gudasjónum til Ísraels lands og setti meg niður á mikið hátt fjall; á tí var yvir av mær eins og endurreist borg; og tá ið hann leiddi meg hagar, sí, tá birtist maður, ið var á at líta, eins og hann var av kopari; hann helt á línbandi og málistong og stóð við liðið. Og maðurin segði við meg: Mansbarn, lít at við eygum tínum og lýð á við oyrum tínum og legg tær væl í geyma alt, sum eg lati teg síggja; tí at til tess ert tú higar fluttur, at hetta skal verða tær sýnt. Kunnger tú Ísraels húsi alt, sum tú sært! Og sí, um templið var múrveggur alt íkring; og maðurin hevði málistong í hondini, seks alnir long, alinin var eina løgd longri enn vanlig alin; og hann máldi tjúktina á múrvegginum, og var hon eina málistong, og somuleiðis var hæddin eina málistong. Síðan gekk hann niðan sjey trappustig inn í liðið, sum vendi eystur eftir; hann máldi duragáttina, og var hon eina málistong breið; og hvørt liðarherbergið var eina málistong langt og eina málistong breitt, hvør veggstólpin millum liðarherbergini var fimm alnir, og duragáttin inni við forsalin, sum var innanvert við liðið, var eina málistong. Síðan máldi hann forsal liðsins, og var hann átta alnir, og veggstólparnir, ið gingu út úr honum, vóru tvær alnir; forsalurin var innanvert við liðið. Og liðarherbergini í liðinum vóru hvørt yvir av øðrum, trý hvørjumegin; tey vóru øll trý javnstór; eisini veggstólparnir vóru javnstórir. Síðan máldi hann duravídd liðsins, og var hon tíggju alnir; og vegurin niðan at durunum var trettan alnir breiður. Framman fyri hvørt liðarherbergið vóru grindir, eina alin høgar; men hvørt liðarherbergið var seks alnir hvønn vegin. Síðan máldi hann liðið eftir takinum á einum liðarherbergi yvir á takið á liðarherberginum hinumegin; og var tað tjúgu og fimm alnir breitt hurð yvir av hurð. Síðan máldi hann forsalin; hann var tjúgu alnir; og forgarðurin gekk kring um forsal liðsins. Uttast frá liðinum og innar at forsalinum innanvert við dyrnar vóru fimti alnir. Báðumegin í liðinum vóru rimagluggar, ið víðkaðust inn eftir móti liðarherbergjunum og veggjastólpunum; somuleiðis hevði forsalurin alt íkring rimagluggar, ið víðkaðust inneftir; og á veggstólpunum vóru pálmar báðumegin. Nú leiddi hann meg inn í ytra forgarðin; og sí, har vóru skemmur, og ytst í forgarðinum alt íkring var steinsett tún, og á tí steinsetta túninum vóru tríati skemmur. Tað steinsetta túnið gekk tætt at veggjum liðanna javnbreitt við longdina á liðunum; hetta var hitt niðara steinsetta túnið. Og hann máldi breidd forgarðsins frá innaru framlið á niðara liði at ytru framlið á innara forgarði; og var hon hundrað alnir. Síðan leiddi hann meg norðureftir og máldi longd og breidd á liðinum, sum var á ytra forgarði móti norðri; í tí vóru trý liðarherbergi hvørjumegin; og veggstólpar og forsalur høvdu somu stødd, sum í hinum fyrra liðinum; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. Og gluggar tess, forsalur og pálmar høvdu sama mát sum á liðinum, ið vendi eystureftir. Eftir sjey trappustigum var gingið niðan at tí, og forsalurin lá innantil. Liðið á innara forgarði lá yvir av liði hins ytra norðurforgarðs á sama hátt sum eysturliðið; og hann máldi frá liði at liði hundrað alnir. Síðan leiddi hann meg í suðurætt; og sí, eisini móti suðri var lið, og hann máldi veggstólpar tess og forsal; teir høvdu somu stødd sum hinir. Liðið og forsalurin høvdu gluggar alt íkring, eins og hinir gluggarnir vóru. Tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. Eftir sjey trappustigum var gingið niðan at tí; forsalur tess lá innantil; og pálmar vóru á veggstólpunum báðumegin. Har var eisini lið á innara forgarði í suðurætt; og hann máldi frá liði at liði eitt hundrað alnir. Síðan leiddi hann meg inn í innara forgarð gjøgnum suðurliðið, sum hann máldi; tað hevði somu stødd sum hini. Og liðarherbergi, veggstólpar og forgarður høvdu somu stødd sum hini fyrru. Liðið og forsalurin høvdu gluggar alt íkring. Tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. Forsalir vóru alt íkring, tjúgu og fimm alnir langir og fimm alnir breiðir. Forsalurin lá út at ytra forgarði; á veggstólpunum vóru pálmar; og har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum. Síðan leiddi hann meg at eysturliðinum og máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini; og liðarherbergi, veggstólpar og forsalur høvdu somu stødd sum hini. Liðið og forsalur tess høvdu gluggar alt íkring; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. Forsalurin lá út at ytra forgarði, og pálmar vóru á veggstólpum hans báðumegin; har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum. Síðan leiddi hann meg at norðurliðinum og máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini; og somuleiðis máldi hann liðarherbergi, veggstólpar og forsal. Liðið og forsalur tess høvdu gluggar alt íkring; tað var fimti alnir langt og tjúgu og fimm alnir breitt. Forsalurin lá út at ytra forgarði; og pálmar vóru á veggstólpum hans báðumegin; har vóru átta trappustig at ganga niðan at honum. Síðan snúði hann sær inn eftir og leiddi meg at eysturliðinum; har var brenniofrið skolað. Og í forsali liðsins stóðu tvey borð øðrumegin og tvey borð hinumegin til tess at slátra á teimum brenniofrið, syndaofrið og sektarofrið. Og uttanvert við liðarveggin, norðantil tá ið gingið verður niðan móti liðinum, vóru tvey borð, og uttanvert við hin veggin á forsali liðsins vóru eisini tvey borð, soleiðis at tað vóru fýra borð hvørjumegin við liðarveggin, átta borð tilsaman; á teimum vóru sláturoffur slátrað. Til brenniofrið vóru fýra borð av høgdum steinum, hálva aðru alin long, hálva aðru alin breið og eina alin høg; á tey skuldu verða løgd tey amboð, ið nýtt vórðu, tá ið brenniofrið og sláturofrið vórðu slátrað. Á borðunum alt íkring var lagdarbreið rim, ið helti inneftir, og yvir borðunum vóru takskýli til tess at skýla fyri regni og hita. Síðan leiddi hann meg inn í innara forgarð; har vóru tvær skemmur, onnur eystanvert við norðurliðið við framlið móti suðri, og hin eystanvert við suðurliðið við framlið móti norðri. Og hann segði við meg: Henda skemman við framlið móti suðri er ætlað prestunum, ið hava templið í varðveitslu. Og henda skemman við framlið móti norðri er ætlað prestunum, ið hava altarið í varðveitslu. Teir eru synir Zádoks, ið eina av Levi sonum mega nærkast Harranum til tess at tæna honum. Síðan máldi hann forgarðin; hann var hundrað alnir á longd og hundrað alnir á breidd; rættur fýrhyrningur; og altarið stóð fyri framman templið. Síðan leiddi hann meg at forsali tempulsins og máldi veggstólpar forsalsins; teir vóru fimm alnir hvørjumegin; liðið var fjúrtan alnir breitt, og duraveggir tess vóru tríggjar alnir hvørjumegin. Forsalurin var tjúgu alnir langur og tólv alnir breiður, og tíggju trappustig vóru at ganga niðan at honum. Og við veggstólparnar vóru súlur, ein hvørjumegin.
Síðan leiddi hann meg inn í aðalhúsið og máldi veggstólparnar; teir vóru seks alnir breiðir hvørjumegin. Dyrnar vóru tríggjar alnir breiðar og duraveggirnir fimm alnir hvørjumegin. Tínæst máldi hann longd tess: fjøruti alnir; og breidd tess; tjúgu alnir. Síðan gekk hann í innhúsið og máldi durastólparnar; teir vóru tvær alnir tjúkkir, duravíddin seks alnir breið og duraveggirnir sjey alnir hvørjumegin. Og hann máldi longd tess: tjúgu alnir; og breidd tess: tjúgu alnir fram við aðalhúsinum. Og hann segði við meg: Hetta er hitt alra heilagasta. Síðan máldi hann tempulveggin; hann var seks alnir tjúkkur; og hjábygningurin fýra alnir breiður kring alt templið. Og hjáskemmurnar lógu skemmu við skemmu tríati ferðir og í trimum hæddum; og har vóru stallar við tempulveggin, so at bjálkarnir ikki komu inn í tempulveggin. Á henda hátt breiðkaðust skemmurnar fyri hvørja hædd uppeftir, og somuleiðis smalkaðist tempulveggurin uppeftir; og gangast mátti úr niðastu skemmu upp á mittastu og úr mittastu upp á ovastu. Og eg sá við templið steinsettan pall alt íkring, og grundvøllur skemmanna var fulla málistong breiður, seks alnir út at jaðaranum. Breiddin á útveggi skemmanna var fimm alnir; og tað girda økið, sum lá millum skemmanna, ið tilhoyrdu templinum, var tjúgu alnir breitt allan vegin kring templið. Á skemmuhúsinum vóru dyr út at tí opna økinum, einar norðureftir og einar suðureftir; og breiddin á tí opna økinum var fimm alnir allar vegir. Og húsini, ið stóðu vestanvert við avgirda økið, vóru sjeyti alnir breið; veggur teirra var fimm alnir tjúkkur alt íkring; og tey vóru níti alnir long. Nú máldi hann templið, og var tað hundrað alnir langt; og hitt avgirda økið, bakhúsið og veggur tess vóru somuleiðis hundrað alnir á longd. Og framlið tempulsins saman við tí avgirda økinum eystantil var somuleiðis hundrað alnir breitt. Og hann máldi longdina á bakhúsinum, ið stóð aftanvert fram við avgirda økinum; hon var hundrað alnir. Aðalhúsið, innhúsið og forsalurin ytri vóru bróstað. Gluggar, ið víðkaðust inneftir, góvu ljós í øllum trimum hølunum. Og veggirnir har inni vóru bróstaðir frá gólvi upp at gluggum. Og frá durunum allan vegin innar at innhúsinum vóru bróstini alt íkring sett við skurðverkum av kerúbum og pálmum; millum hvørja tveggja kerúba var ein pálmi; og hvør kerúbur hevði tvey andlit. Mansandlitið horvdi móti pálmanum øðrumegin, og ljónsandlitið horvdi móti pálmanum hinumegin; soleiðis var um alt templið. Frá gólvi upp at gluggum vóru gjørdir kerúbar og pálmar á bróstinum í aðalhúsinum. Við dyr aðalhúsins vóru fýrhyrntir durastavir. Og fyri framman halgidómin var eitthvørt, ið líktist altari av træi; tað var tríggjar alnir høgt, tvær alnir langt og tvær alnir breitt, á tí vóru horn; og undirstabbi og liðarveggir vóru úr viði. Og hann segði við meg: Hetta er borðið, ið stendur frammi fyri Harranum. Á aðalhúsinum vóru tvær veingjahurðar; somuleiðis vóru tvær veingjahurðar á halgidóminum; hvør veingjahurðin, ið gekk á leikindum, var úr tveimum borðum, tvey hvørjumegin. Tær vóru lagdar við skurðverki av kerúbum og pálmum eins og bróstini. Fyri uttan forsalin var takskýli av træi. Har vóru rimaðir gluggar og pálmar á veggjum forsalsins báðumegin.
Og hann førdi meg at innara forgarði í norðurætt og leiddi meg at skemmubygninginum, ið lá upp at tí avgirda økinum og bakbygninginum norðantil. Longdin var hundrað alnir og breiddin fimti. Áraka liðini í innara forgarði og áraka hitt steinsetta túnið, sum lá uttast í ytra forgarði, var súlnagongd yvir av súlnagongd í trimum hæddum. Fyri framman skemmurnar var tíggju alna breið og hundrað alna long gongd; dyr hennara horvdu í norður. Og ovastu skemmurnar vóru styttri, av tí at súlnagongdirnar tóku meira burtur av teimum enn av teimum niðastu og mittastu skemmunum. Tí at tær vóru í trimum hæddum og høvdu ongar súlur, sum tær ið vóru í ytra forgarðinum; tessvegna vóru tær ovastu skemmurnar trengri enn tær niðastu og mittastu. Og veggurin, ið stóð endilangur fram við skemmunum út at ytra forgarði fyri framman skemmurnar, var fimti alnir langur. Tí at skemmurnar, ið lógu úti við ytra forgarð, vóru fimmti alnir; og tær lógu áraka tær við aðalhúsið, tilsamans hundrað alnir. Niðanvert við hesar skemmur var inngongd eystanífrá, tá ið gingið var inn í tær úr ytra forgarði, har sum veggur forgarðsins byrjaði. Síðan leiddi hann meg suðurum; eisini har vóru skemmur áraka hitt avgirda økið og bakhúsið við gongd frammanfyri; tær líktust skemmunum fyri norðan; tær høvdu somu longd og somu breidd; og allar útgongdir vóru her eins og har; alt var gjørt á sama hátt. Men hurðar teirra horvdu í suður. Og hann segði við meg: Skemmurnar fyri norðan og skemmurnar fyri sunnan, ið liggja fram við hinum avgirda økinum, eru heilagar skemmur, har prestarnir, ið nærkast mega Harranum, skulu eta tað háheilaga. Har skulu teir goyma hitt háheilaga, grónofrið, syndofrið og sektarofrið; tí at staðurin er heilagur. Og tá ið prestarnir ganga hagar inn – teir mega ikki fara beinleiðis úr halgidóminum út í ytra forgarð – skulu teir har fara úr klæðum sínum, sum teir hava gjørt tænastu í, tí at tey eru heiløg; og teir skulu lata seg í onnur klæði, og síðan mega teir nærka seg tí, sum fólksins er. Men tá ið hann hevði mált templið innan, leiddi hann meg út at liðinum, sum horvdi í eystur, og máldi allar vegir; hann máldi eysturliðina við málistongini, og var hon fimm hundrað alnir; síðan snúðist hann við og máldi við málistongini norðurliðina; hon var fimm hundrað alnir; síðan snúðist hann við og máldi við málistongini suðurliðina; hon var fimm hundrað alnir. Og hann snúðist við og máldi við málistongini vesturliðina; hon var fimm hundrað alnir. Hann máldi økið allar fýra vegir; og múrur var allan vegin kring um tað, fimm hundrað alnir langur og fimm hundrað alnir breiður, til tess at gera skilnað millum hitt heilaga og hitt óheilaga.
Síðan leiddi hann meg at liðinum, ið horvdi í eystur, og sí, tá kom dýrd Ísraels Guðs úr eystri, og tað var at hoyra eins og dun av mongum vøtnum, og jørðin ljómaði av dýrd hansara. Sjónin var hin sama, sum eg hevði sæð, tá ið hann kom at týna borgina; og vagnurin líktist honum, sum eg hevði sæð við ánna Kebar; og eg fell fram á ásjón mína. Dýrd Harrans fór nú inn í templið ígjøgnum tað liðið, sum horvdi í eystur. Men andin hevjaði meg upp og førdi meg inn í innara forgarðin; og sí, dýrd Harrans fylti templið. Og eg hoyrdi einhvønn tala til mín út úr templinum, meðan maðurin stóð við lið mína; hann segði við meg: Mansbarn! Á hesum staði skal hásæti mítt og fótskør mín vera; her vil eg búgva millum Ísraels menn allar ævir; Ísraels hús skal ikki meira vanhalga mítt heilaga navn, hvørki teir ella kongar teirra, við hordómi sínum og við líkum av kongum sínum, við tað at teir løgdu gátt sína tætt við mína gátt og settu durastavir sínar tætt við durastavir mínar, so at bert veggur var ímillum, og vanhalgaðu heilaga navn mítt við teimum andstygdum, ið teir framdu, so at eg í vreiði míni noyddist at gera enda á teimum. Nú munnu teir lata meg sleppa undan hordómi sínum og líkum av kongum sínum, so at eg kann búgva millum teirra allar ævir. Men tú, mansbarn, skalt greiða Ísraels húsi frá templinum, frá útsjónd og skipan tess, so at teir blúgvast av andstygdum sínum. Og um teir skammast yvir tað, sum teir hava framt, tá skalt tú draga upp fyri teimum templið og tess byggilag, útgangir og inngangir, heilskapaða mynd og kunngera teimum allar fyriskipanir og lógir um tað; og tú skalt skriva tað upp fyri eygum teirra, so at teir leggja sær alla mynd tess í geyma, allar fyriskipanir um tað og fara eftir teimum. Hetta er skipanin um templið: Dygst uppi á fjallinum skal alt øki tess alt íkring vera háheilagt. Sí, hetta er skipanin um templið. Hetta er mát altarsins í alnatali, alinin eina løgd longri enn vanligt: Undirstøðan eina alin høg og eina alin breið; og brúnafjølin kring alla rondina eina sponn høg. Og hetta er hædd altarsins: Frá undirstøðuni í neðra upp á niðara stall vóru tvær alnir og breiddin eina alin; og frá minna stalli upp á størra stallin vóru fýra alnir og breiddin eina alin. Eldstaðurin var fýra alnir høgur; og upp úr eldstaðinum vóru fýra horn. Og eldstaðurin var tólv alnir langur og tólv alnir breiður, so at tað myndaði rættan fýrhyrning. Og hin størri stallurin var fjúrtan alnir langur og fjúrtan alnir breiður á øllum fýra liðum; hin minni stallurin var sekstan alnir langur og sekstan alnir breiður á øllum fýra liðunum; og brúnafjølin kring hann var hálva alin breið, og undirstøðan eina alin alt íkring. Trappan upp á altarið var á eysturliðini. Og hann segði við meg: Mansbarn! So sigur Harrin, drottin: Hetta er skipanin um altarið á tí degi, tá ið tað var reist til tess at bera fram brennioffur á tí og støkka blóð á tað. So sigur Harrin, drottin: Levitaprestunum av Zádoks ætt, ið mega nærkast mær til tess at gera tænastu fyri mær, skalt tú fáa ungan tarv sum syndaoffur. Og tú skalt taka eitt sindur av blóði hans og rýða tað upp á tey fýra horn altarsins og upp á fýra hyrningar stallanna og á brúnafjølina alt íkring og soleiðis reinska tað fyri synd og veita tí sáttargerð. Síðan skalt tú taka syndaoffurtarvin og lata hann brenna við norðurhús tempulsins fyri uttan halgidómin. Annan dagin skalt tú bera fram lýtaleysan geithavur sum syndaoffur; og teir skulu reinsa altarið frá synd, eins og teir reinsaðu tað frá synd við tarvinum. Og tá ið tú ert liðugur at reinsa tað frá synd, skalt tú bera fram ungan lýtaleysan tarv og lýtaleysan veðr av smalunum. Tú skalt leiða teir fram fyri Harran, og prestarnir skulu koyra salt á teir og síðan ofra Harranum teir sum brennioffur. Í sjey samfeldar dagar skalt tú dagliga ofra havur sum syndaoffur; og umframt tað skal verða ofrað ungur tarvur og veðrur av smalunum, lýtaleys djór. Í sjey dagar skulu teir veita sáttargerð fyri altarið og reinsa og víga tað. Men tá ið hesir dagarnir eru lidnir, tá skulu prestarnir áttanda dagin og framvegis ofra á altarinum brennioffur og takkaroffur tykkara; og tá skulu tit tóknast mær, sigur Harrin, drottin.
Hann leiddi meg nú aftur at halgidómsins ytra liði, sum horvdi í eystur; tað var lokað. Og Harrin segði við meg: Hetta liðið skal vera lokað og ikki upplatið, og eingin fara inn um tað, tí at inn um tað hevur Harrin, Ísraels Guð, gingið; tí skal tað vera lokað. Einans landshøvdingin má sessast har til tess at halda offurmáltíð frammi fyri Harranum; men hann skal ganga inn hagar gjøgnum forsal liðsins og fara sama veg út aftur. Síðan leiddi hann meg at norðurliðinum fyri framman framlið tempulsins; og eg leit meg um, og sí, dýrd Harrans fylti hús Harrans; og eg fell fram á ásjón mína. Tá segði Harrin við meg: Mansbarn, legg tær nú væl í geyma og hygg við eygum tínum og lýð við oyrum tínum á alt, sum eg sigi tær viðvíkjandi øllum skipanum og lógum um tempul Harrans; og goym vandaliga at inngongd og øllum útgongdum halgidómsins. Og sig við Ísraels hús, hitt tvørlynda ættarkyn: So sigur Harrin, drottin: Nú hava tit nóg leingi framt allar andstygdir tykkara, Ísraels hús, at tit lótu fremmandar við óumskornum hjarta og óumskornum holdi koma inn í halgidóm mín, so at teir vóru har til tess at vanhalga hús mítt, tá ið tit bóru fram mat mín, mør og blóð, og soleiðis slitu sáttmálan við meg við øllum tykkara andstygdum. Tit hava ikki varðað um halgilutir mínar, sum tit áttu at varðveita, men hava latið fremmandar varðveitt tað, sum varðveitt skuldi verða í halgidómi mínum. Tí sigur Harrin, drottin: Eingin fremmandur við óumskornum hjarta og óumskornum holdi má koma inn í mín halgidóm, eingin av teimum útlendingum, ið búgva millum Ísraelsmanna. Men teir Levitar, sum fóru burtur frá mær, tá ið Ísrael viltist, við tað at teir viltust burtur frá mær og eltu falsgudar sínar, teir skulu bera misgerð sína. Tí skulu teir í halgidómi mínum gera tænastu sum duravørðir við templið og starva har við at slátra brennioffur og sláturoffur fyri fólkið og standa framman fyri teimum til tess at tæna teimum. Av tí at teir tæntu teimum frammi fyri hjágudum teirra og vórðu soleiðis atvoldin til, at Ísraels hús syndaði, tessvegna hevji eg hond mína ímóti teimum, sigur Harrin, drottin, at teir skulu bera misgerð sína. Teir mega ikki nærkast mær til at gera prestatænastu fyri mær og ikki nærkast nøkrum av halgilutum mínum ella tí háheilaga, men teir skulu bera skemdir og andstygdir sínar, sum teir hava framt. Eg seti teir til at hava í varðveitslu hvørt eitt starv í templinum og til at inna alt tað, sum har er at gera. Men Levitaprestarnir, Zádoks eftirkomarar, sum røktu tænastu í halgidómi mínum, tá ið Ísraelsmenn viltust burtur frá mær, teir mega nærkast mær til tess at tæna mær; og teir standa frammi fyri mær til tess at ofra mær mør og blóð, sigur Harrin, drottin. Teir skulu koma inn í halgidóm mín, og teir skulu nærkast borði mínum og tæna mær og røkja tænastu mína. Og tá ið teir ganga inn í liðið á innara forgarði, skulu teir vera í línklæðum, einki ullarplagg má vera á likami teirra, tá ið teir gera tænastu í liði á innara forgarði ella longur inni. Teir skulu hava línhúgvu á høvdi og brøkur av líni um lendar og ikki gyrða seg við nøkrum, ið elvir sveitta. Og tá ið teir fara út í ytra forgarð til fólkið, skulu teir fara úr klæðum sínum, sum teir gera tænastu í, og leggja tey frá sær í skemmum halgidómsins og fara í onnur klæði, so at teir ikki halga fólkið við klæðum sínum. Teir skulu ikki raka høvur sítt, heldur ikki lata hárið vaksa, sum tað vil, men klippa tað regluliga. Vín má eingin prestur drekka, tá ið hann gongur inn í innara forgarð. Einkju ella fráskilda konu mega teir ikki taka sær til konu, men einans moyggjar av Ísraels húsi; tó mega teir taka sær einkju eftir prest til konu. Teir skulu kenna fólki sínum at gera greinarmun á heilagum og óheilagum og frøða teir um munin á reinum og óreinum. Og teir skulu stíga fram til at døma í trætumálum; eftir lógum mínum skulu teir døma teir; og boðorð míni og skipanir skulu teir varðveita á øllum hátíðum mínum og halda hvíludagar mínar heilagar. Teir mega ikki koma at líki, so at teir verða óreinir; einans á líki av faðir, móður, syni, dóttur, bróður ella systur, sum ikki hevur verið givin manni, mega teir óreinsa seg. Og eftir at hann er vorðin óreinur, skal hann telja sjey dagar fram, og er hann tá reinur. Og tann dag, hann aftur gongur inn í halgidómin inn í innara forgarð til tess at gera tænastu í halgidóminum, skal hann bera fram syndaoffur sítt, sigur Harrin, drottin. Teir skulu ongan arvalut hava; eg eri arvalutur teirra; og ongar ognir skulu tit geva teimum í Ísrael; eg eri ogn teirra; av grónofrinum, syndaofrinum og sektarofrinum skulu teir eta, og alt, sum er bannført í Ísrael, skal hoyra teimum til. Hitt besta av øllum frumgróðri av alskyns offuravskurði og øllum offurgávum tykkara skal hoyra prestunum til; og eisini hitt besta úr deigtrogi tykkara skulu tit geva prestunum til tess at leiða signing yvir hús tykkara. Og einki sjálvdeytt ella sundurskrætt djór, hvørt tað er fuglur ella fenaður, mega prestarnir eta.
Tá ið tit skifta landið út við lutakasti, skulu tit sum offuravskurð veita Harranum heilagan lut av landinum, tjúgu og fimm túsund alnir langan og tjúgu túsund alnir breiðan; hann skal vera heilagur innan fyri øll mark síni alt íkring. Av hesum skal falla inn undir halgidómin fýrhyrnt fløta, sum er fimm hundrað alnir hvønn vegin, og kring um hana beitilendi, fimti alnir breitt. Og burtur av hesum skalt tú máta teig, sum er tjúgu og fimm túsund alnir langur og tíggju túsund alnir breiður; á honum skal halgidómurin, hin háheilagi, standa. Hetta skal vera halgigáva burtur av landinum, og skal hon hoyra prestunum til, sum gera tænastu við halgidómin, og sum nærkast mega Harranum til tess at tæna honum; tað skal verða teimum at húsagrundum og beitilendum. Og tjúgu og fimm túsund alnir langan fløtt og tíggju túsund alnir breiðan skulu Levitar, sum tæna í templinum, fáa sum jarðarogn at reisa borgir á til bústaða. Jarðarogn borgarinnar skulu teir lata vera fimm túsund alnir breiða og tjúgu og fimm túsund alnir langa, somu longd sum hin heilagi offuravskurðurin; hon skal hoyra øllum Ísraels húsi til. Báðumegin hin heilaga offuravskurðin og jarðarogn borgarinnar skal landshøvdingin hava lut fram við hinum heilaga offuravskurðinum og jarðarogn borgarinnar bæði fyri eystan og fyri vestan; og skal hann hava somu longd sum ein av ættarlutunum frá vesturmarkinum at eysturmarkinum. Hetta skal vera jarðarogn hans í Ísrael, so at høvdingar mínir ikki meira veita fólki mínum yvirgang; men tað, sum eftir er av jørð, skal hoyra Ísraels húsi til eftir ættum teirra. So sigur Harrin, drottin: Latið hetta vera nóg mikið, tit Ísraels høvdingar! Lættið nú av valdsgerðum og yvirgangi og fremjið rætt og rættlæti og rekið ikki fólk mítt av ognum sínum, sigur Harrin, drottin. Rætta vág, rætta efu og rætta bat skulu tit hava. Efa og bat skulu taka eins nógv, soleiðis at efa tekur ein tíggjund av gómer, og bat eisini ein tíggjund av gómer; eftir gómer skal mátið setast. Sikul skal vera tjúgu gerur; fimm siklar skulu vera fimm siklar, og tíggju siklar tíggju siklar, og fimti siklar skulu tit lata vera í einari minu. Hetta er tann offuravskurður, ið tit skulu geva: Sættingin av efu av hvørjum gómer av hveiti og sættingin av efu av hvørjum gómer av byggi. Og um oljuna er hetta skipað: Tíggjundin av bat av hvørjum kor; tíggju bat standa jú ein kor. Og framvegis eitt lamb av hvørjum tvey hundrað seyðum sum offuravskurð frá Ísraels ættargreinum til grónoffurs, brennioffurs og takkaroffurs til tess at veita teimum sáttargerð, sigur Harrin, drottin. Alt fólkið í landinum skal veita landshøvdinganum í Ísrael henda offuravskurðin. Men landshøvdingin skal hava skyldu at greiða brenniofrið, grónofrið og droypiofrið á hátíðunum, á tendringardøgum og hvíludøgum, við allar hátíðarsamkomur hjá Ísraels húsi; hann skal bera fram syndaofrið og grónofrið, brenniofrið og takkarofrið til tess at veita Ísraels húsi sáttargerð. So sigur Harrin, drottin: Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skulu tit taka ungan lýtaleysan tarv og reinsa halgidómin frá synd. Og presturin skal taka av blóði syndaoffursins og rýða tað á durastavir tempulsins og á fýra horn altarsstallanna og á durastavirnar á liði hins innara forgarðs. Og so skal hann gera á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar fyri teir, sum kunnu hava syndað av misgáu ella fákunnu; og soleiðis skal hann veita templinum sáttargerð. Á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar skulu tit halda páskahátíðina; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð; og landshøvdingin skal á tí degi bera fram tarv sum syndaoffur fyri seg og fyri alt fólkið í landinum. Á teim sjey hátíðardøgunum skal hann sum brennioffur til Harrans bera fram sjey tarvar og sjey veðrar lýtaleysar á hvørjum av hesum sjey døgunum og somuleiðis dagliga ein havur sum syndaoffur. Og sum grónoffur skal hann bera fram eina efu aftur við hvørjum tarvi og eina efu aftur við hvørjum veðri og somuleiðis eina hin av olju aftur við hvørji efu. Á fimtanda degi hins sjeynda mánaðar á hátíðini skal hann í sjey dagar bera fram javnmikið hesum, bæði syndaoffur, brennioffur, grónoffur og olju.
So sigur Harrin, drottin: Eysturliðið á innara forgarði skal vera lokað teir seks yrkisdagarnar; men á hvíludegnum skal tað vera latið upp og somuleiðis á tendringardegnum. Og landshøvdingin skal koma uttanífrá og ganga inn um forsal liðsins og standa við durastav liðsins; prestarnir skulu tá bera fram brennioffur og takkaroffur hansara, men hann skal tilbiðja á duragáttini og síðan ganga út aftur; og liðið skal standa opið til kvølds. Og við dyr hetta liðsins skal fólkið í landinum tilbiðja fyri ásjón Harrans á hvíludøgum og tendringardøgum. Og brenniofrið, sum landshøvdingin ber Harranum á hvíludegnum, skal vera seks lýtaleys lomb og ein lýtaleysur veðrur. Sum grónoffur skal hann ofra eina efu aftur við hvørjum veðri; men aftur við lombunum grónoffur so mikið, sum hann vil lata; og av olju eina hin aftur við hvørji efu. Á tendringardøgum skal tað vera ein ungur lýtaleysur tarvur, seks lomb og ein veðrur, lýtaleys djór øll. Sum grónoffur skal hann bera fram eina efu aftur við hvørjum tarvi og somuleiðis eina efu aftur við hvørjum veðri, men aftur við lombunum eftir tí, sum hann hevur ráð til, og av olju eina hin aftur við hvørji efu. Tá ið landshøvdingin fer inn, skal hann ganga gjøgnum forsal liðsins og fara sama veg út aftur. Og tá ið fólkið í landinum kemur fram fyri Harran á hátíðunum, tá skulu teir, ið gingið hava inn um norðurliðið til at tilbiðja, fara út aftur gjøgnum suðurliðið, og somuleiðis skulu teir, ið komnir eru inn ígjøgnum suðurliðið, fara út aftur gjøgnum norðurliðið; eingin má fara út aftur gjøgnum sama lið, sum hann kom inn ígjøgnum, men hann skal fara út um tað liðið, sum er framman fyri hann. Landshøvdingin skal vera teirra millum; tá ið teir ganga inn, skal eisini hann ganga inn; og tá ið hann gongur út, skulu eisini teir ganga út. Á hátíðum og veitsludøgum skal grónofrið vera ein efa aftur við hvørjum tarvi og ein efa aftur við hvørjum veðri; men aftur við lombunum so mikið, sum hann vil lata sjálvur, og av olju eina hin aftur við hvørji efu. Og tá ið landshøvdingin ber fram sjálvboðið offur, brennioffur ella takkaroffur sum sjálvboðið offur til Harrans, tá skal eysturliðið verða latið upp fyri honum; og hann skal tá bera fram brennioffur og takkaroffur sítt á sama hátt, sum hann er vanur á hvíludegnum; og tá ið hann er út aftur farin, skal liðið verða latið aftur eftir hann. Hvønn dag skal hann bera fram veturgamalt lýtaleyst lamb sum brennioffur til Harrans; á hvørjum morgni skal hann bera tað fram. Somuleiðis skal hann hvønn morgun sum grónoffur aftur við tí bera fram ein sætting av efu og av olju ein triðing av hin til at væta mjølið við; sum grónoffur Harranum til handar skal hetta vera ævinlig skipan. soleiðis skulu teir bera fram lambið, grónofrið og oljuna hvønn morgun sum dagligt brennioffur. So sigur Harrin, drottin: Tá ið landshøvdingin gevur einum av sonum sínum nakað burtur av óðali sínum sum gávu, tá skal tað hoyra sonum hans til og vera teirra arvaliga jarðarogn. Men gevur hann einumhvørjum av tænarum sínum nakað burtur av óðali sínum sum gávu, skal hann sita við tí, til frælsisárið kemur; tá skal landshøvdingin aftur taka við tí; einans synir hansara skulu støðugt halda tílíkum arvaluti. Landshøvdingin má einki taka burtur av óðali fólksins, so at hann við yvirgangi rekur nakran burtur av jarðarogn síni; burtur av síni egnu jarðarogn skal hann lata synir fáa arvalut, til tess at eingin í fólki mínum verður rikin burtur av jarðarogn síni. Síðan førdi hann meg gjøgnum inngongdina tætt við liðið inn í hinar heilagu skemmurnar, sum prestunum eru ætlaðar, og sum horva í norður, og sí, har var høli innast á botni móti vestri. Og hann segði við meg: Hetta er tann staður, har prestarnir skulu sjóða sektarofrið og syndaofrið, og har teir skulu baka grónofrið, til tess at teir ikki fara út í ytra forgarð við tí og soleiðis halga fólkið. Tínæst fór hann út í ytra forgarð við mær og leiddi meg út í fýra horn forgarðsins; og sí, har var lítil forgarður í hvørjum horni forgarðsins. Í øllum fýra hornum forgarðsins vóru aftur minni forgarðar, fjøruti alnir langir og tríati alnir breiðir, allir javnstórir. Kring um allar fýra vóru garðar, og eldstaðir vóru gjørdir niðantil fram við gørðunum alt íkring. Og hann segði við meg: Hetta er eldskálarnir, har tænarar tempulsins skulu sjóða sláturoffur fólksins.
Síðan leiddi hann meg aftur at tempuldurunum; og sí, vatn spratt upp undan tempulgáttini móti eystri; tí at framlið tempulsins horvdi eystureftir; og vatnið rann omaneftir suður um templið, sunnanvert við altarið. Tínæst førdi hann meg út um norðurliðið og fór við mær uttantil alt íkring at ytra eysturliði; og sí, har rann vatnið út sunnarumegin. Maðurin fór nú eystureftir við málibandi í hendi og máldi túsund alnir; og tá ið hann leiddi meg gjøgnum vatnið, stóð tað upp á øklar. Hann máldi nú aftur túsund alnir og leiddi meg ígjøgnum vatnið; tá stóð tað upp undir knæ; aftur máldi hann túsund alnir og læt meg fara yvir um vatnið; tá stóð tað upp á mjadnir. Síðan máldi hann aftur túsund alnir, men tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí at vatnið var so djúpt, at svimjast mátti um tað; tað var á, sum ikki var vaðandi um. Tá segði hann við meg: Mansbarn, hevur tú sæð hetta? Síðan leiddi hann meg aftur eftir áarbakkanum. Og tá ið eg kom aftur hagar, sí, tá vóru har avbera nógv trø á áarbøkkunum báðumegin; og hann segði við meg: Hetta vatnið rennur út í eysturbygdirnar og haðan oman á Árábaslættan; og tá ið tað kemur út í Deyðahavið við tí beiska vatninum, tá verður vatnið í tí heilnæmt. Og allar livandi skepnur, ið rørast allar staðir, har ið áin kemur at, skulu livna við, og tað skal verða almikið av fiski; tí at tá ið hesin streymurin kemur hagar, verður vatnið har heilnæmt, og alt fær lív, har ið henda áin kemur. Fiskimenn skulu standa fram við tí frá En-Gedi alla leið at En-Egláim; har skal vera lagamannin at kasta nót; og av fiski skal har verða ørgrynni sum í meginhavinum. Men blotar og hyljar tess verða ikki heilnæmir; teir skulu vera til at vinna salt úr. Men fram við ánni báðumegin skulu renna upp alskyns aldintrø; leyvbløð teirra skulu ikki følna og aldin teirra ongantíð verða uppi; á hvørjum mánaði spretta aldin teirra av nýggjum, av tí at tey fáa av tí vatninum, sum gongur út frá halgidóminum; aldin teirra skulu verða til føðslu og leyvbløð teirra til heilivágs. So sigur Harrin, drottin: Eftir hesum landamarkinum skulu tit skifta landið sundur millum Ísraels tólv ættir; men Jósef skal hava tveir lutir. Allir samlir skulu tit fáa lut í tí landi, sum eg við upprættari hond svór at geva fedrum tykkara; nú skal tað ognast tykkum sum arvalutur. Og hetta skal verða landamarkið fyri norðan: Frá meginhavinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Zedad, Hámat Berota, Sibraim, ið liggur millum landamark Dámaskusar og Hámats, til Házar-Enon við Haurans landamark. Landamarkið skal ganga frá meginhavinum til Házar-Enon, soleiðis at Dámaskusar og Hámats landaøki liggja norðantil. Hetta skal verða landamarkið fyri norðan. Eysturmarkið gongur út frá Házar-Enon millum Hauran og Dámaskus. Jórdan skal vera landamark millum Gilead og Ísraels land alt at eysturhavinum til Támar. Hetta er eysturmarkið. Suðurmarkið: Frá Támar yvir Meriba-vøtn við Kádesj alt at ánni og haðan út í meginhavið. Hetta er suðurmarkið. Vesturmarkið: Meginhavið er landamark allan vegin upp hagar, ið leiðin gongur til Hámat. Hetta er vesturmarkið. Hetta landið skulu tit skifta sundur tykkara millum eftir Ísraels ættum. Og við lutakasti skulu tit skifta tað sundur til tykkara og til teir útisetar, ið hjá tykkum búgva og hava gitið børn tykkara millum; tit skulu telja teir innbornar Ísraelsmenn; og teir skulu saman við tykkum kasta lut um arvagrein millum Ísraels ætta. Hjá teirri ætt, har sum útisetin býr, skulu tit lata hann fáa arvalut sín, sigur Harrin, drottin.
Hesi eru nøvn ættanna: Longst norðuri frá havinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Hámat, og haðan til Házar-Enon við Dámaskusar landamarki norðantil fram við Hámat; frá eystursíðuni alt at vestursíðuni: Dán, ein landslut. Og fram við Dáns landaøki frá eystri til vesturs: Ásjer, ein landslut. Og fram við Ásjers landaøki frá eystri til vesturs: Naftali, ein landslut. Fram við Naftali landaøki frá eystri til vesturs: Manasse, ein landslut. Fram við Manasse landaøki frá eystri til vesturs: Efraim, ein landslut. Fram við Efraims landaøki frá eystri til vesturs: Ruben, ein landslut. Fram við Rubens landaøki frá eystri til vesturs: Júda, ein landslut. Og fram við Júda landaøki frá eystri til vesturs skal tað landaøkið, sum tit skulu lata sum offuravskurð, vera tjúgu og fimm túsund alnir breitt og javnlangt einum av ættarlutunum frá eystursíðuni at vestursíðuni; á miðjum hesum øki skal halgidómurin standa. Offuravskurðurin, ið tit skulu veita Harranum, skal vera tjúgu og fimm túsund alnir langur og tjúgu túsund alnir breiður. Og teimum, ið nú skulu nevnast, skal hesin heilagi offuravskurður hoyra til: Prestarnir skulu hava øki, sum norðantil er tjúgu og fimm túsund alnir langt, vestantil tíggju túsund alnir breitt, eystantil tíggju túsund alnir breitt og sunnantil tjúgu og fimm túsund alnir langt. Á miðjum tí skal halgidómur Harrans vera. Hinum heilagu prestunum, Zádoks eftirkomarum, ið varðveittu tænastu mína og ikki viltust eins og Levitarnir ta ferðina, tá ið Ísrael viltist av leið, teimum skal tað hoyra til sum offuravskurður av landsins offuravskurði, sum háheilagt øki fram við landsluti Levita. Og Levitarnir skulu hava landaøki av somu stødd sum landaøki prestanna, tjúgu og fimm túsund alnir langt og tíggju túsund alnir breitt, soleiðis at øll longdin verður tjúgu og fimm túsund alnir og øll breiddin tjúgu túsund alnir. Tit mega einki selja av tí ella skifta tað burtur; hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir í annars mans eigu, tí at hann er halgaður Harranum. Men tað fimm túsund alnir breiða økið, sum eftir er av offuravskurðsins breidd fram við teimum tjúgu og fimm túsund alnunum, skal vera óheilagt land borgini til bústaða og beitilendis, og í miðjuni skal borgin standa. Og hetta er mát hennara: Norðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, suðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, eysturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir og vesturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir. Og beitilendi borgarinnar skal vera tvey hundrað og fimti alnir norðantil, tvey hundrað og fimti alnir sunnantil, tvey hundrað og fimti alnir eystantil og tvey hundrað og fimti alnir vestantil. Úrtøkan av tí øki, sum enn er eftir fram við hinum heilaga avskurðinum, tíggju túsund alnir eystantil og tíggju túsund alnir vestantil, hon skal vera íbúgvum borgarinnar til føðslu. Viðvíkjandi íbúgvum borgarinnar skal vera soleiðis, at teir, ið byggja hana, eru av øllum Ísraels ættum. Í alt skulu tit lata av hendi sum offuravskurð tjúgu og fimm túsund alnir í fýrhyrning, hin heilaga offuravskurð umframt jarðarogn borgarinnar. Tað, sum eftir er, skal hoyra landshøvdinganum til, tað sum liggur báðumegin hin heilaga offuravskurðin og jarðarogn borgarinnar, eystanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar, alt at eysturmarkinum, og vestanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar alt at vesturmarkinum, samsvarandi landslutum ættanna, tað skal hoyra landshøvdinganum til; hin heilagi offuravskurðurin við halgidóminum í miðjuni; og jarðarogn Levitanna og borgarinnar skal liggja mitt í tí, sum landshøvdinganum ognast. Millum landaøki Júda og landaøki Benjamins skal landslutur landshøvdingans liggja. Síðan koma hinar ættirnar, ið eftir eru, frá eystri til vesturs: Benjamin, ein landslut. Fram við Benjamins landaøki frá eystri til vesturs: Símeon, ein landslut. Fram við Símeons landaøki frá eystri til vesturs: Issakar, ein landslut. Fram við Issakars landaøki frá eystri til vesturs: Zebulon, ein landslut. Fram við Zebulons landaøki frá eystri til vesturs: Gád, ein landslut. Og fram við Gáds landaøki sunnantil skal landamarkið ganga frá Támar yvir Meriba-vøtn við Kádesj alt at ánni og út í meginhavið. Hetta er landið, sum tit við lutakasti skulu skifta sundur Ísraels ættum til arvaluts; og hesir eru landslutir teirra, sigur Harrin, drottin. Hesar eru útgongdir borgarinnar – og eru lið borgarinnar nevnd eftir Ísraels ættum: Á norðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; eitt er Rubens lið, annað Júda lið og triðja Levi lið. Á eystursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Jósefs lið, annað Benjamins lið og triðja Dáns lið. Á suðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Símeons lið, annað Issakars lið og triðja Zebulons lið. Á vestursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Gáds lið, annað Ásjers lið og triðja Naftali lið. Alt íkring eru átjan túsund alnir. Og navn borgarinnar skal frá tí degi vera: Harrin er har.
Á triðja ríkisári Jójakims, Júda kongs, kom Nebukadnezar, Bábel kongur, til Jerúsalem og kringsetti hana. Og Harrin gav Jójakim, Júda kong, upp í hendur hans og nøkur av ílátunum í húsi Guðs; hann flutti teir til Sjinear og setti ílátini inn í fæhirðslu guds síns. Og kongur beyð Asjpenaz hirðstjóra at velja millum Ísraels menn av kongsætt og av tignarmannaætt nakrar sveinar, sum vóru lýtaleysir, fríðir í ásjón, væl kønir í øllum vísdómi, vitugir og við góðum næmi, førir fyri at tæna í kongshøllini; teimum skuldi hann kenna bókmentir og tungumál Kaldea og ala teir upp í trý ár, til tess at teir síðan skuldu tæna frammi fyri kongi; kongur veitti teimum dagligar vistir av krásum sínum og av tí víni, hann sjálvur drakk. Teirra millum vóru hesir Júdamenn: Dánjal, Hánanja, Misjael og Ázarja; men hirðstjórin broytti nøvn teirra og nevndi Dánjal Beltsazzar, Hánanja Sjádrak, Misjael Mesjak og Ázarja Ábed-Nego. Men Dánjal setti sær fyri ikki at óreinska seg við krásum kongs ella við tí víni, sum hann drakk, og bað hirðstjóran um at sleppa undan at óreinska seg. Og Guð læt yndi og tokka verða Dánjali fyri hjá hirðstjóranum. Men hirðstjórin segði við Dánjal: «Eg beri ótta fyri, at kongur, harri mín, ið tygur hevur tilskilað mat og drekka, skal síggja tygum ringari í holdum enn aðrar sveinar á tygara aldri, og at tær soleiðis fara at gera meg sekan fyri kongi.» Tá segði Dánjal við tilsjónarmannin, ið hirðstjórin hevði sett yvir teir Dánjal, Hánanja, Misjael og Ázarja: «Ger kortini eina roynd við tænarum tínum einar tíggju dagar og gev okkum kálmeti at eta og vatn at drekka; samber síðan yvirbragd okkara við yvirbragd teirra sveina, sum eta krásir kongs; og ger tá við tænarar tínar, eftir sum tær tá lítst á okkum.» Hann eftirlíkaði teimum í hesum og royndi hetta við teimum í tíggju dagar. Men tá ið hesir tíggju dagarnir vóru umlidnir, royndust teir fríðari í ásjón og betur í holdum enn allir teir sveinar, ið ótu krásir kongs. Tilsjónarmaðurin læt tá krásir og vín teirra bera burtur og gav teimum kálmeti í staðin. Hesum fýra sveinum gav Guð vitsku og skyn á alskyns ritum og vísdómi; Dánjal dugdi eisini at ráða sjónir og dreymar. Og tá ið stundin kom, ið kongur hevði ásett, at teir skuldu verða leiddir fyri hann, tá leiddi hirðstjórin teir inn fyri Nebukadnezar. Og tá ið kongur hevði talað við teir, fanst millum alra teirra eingin, ið var javnlíki Dánjals, Hánanja, Misjaels og Ázarja; hesir gingu tí í tænastu hjá kongi. Og í øllum lutum, sum kongur spurdi teir um, og sum tørvaðu vitsku og fróðskap, har royndust teir tíggju sinni vísari enn allir spásagnarmenn og manarar í øllum ríki hans. Dánjal varð verandi har fram at fyrsta ríkisári Kýrusar kongs.
Á øðrum ríkisári sínum droymdi Nebukadnezar dreymar, ið loyptu ekka á hann, so at hann ikki fekk sovið. Tá læt kongur kalla til sín spásagnarmenn og manarar, gandakallar og Kaldear, til tess at teir skuldu siga, hvat hann hevði droymt; og teir komu og gingu inn fyri kong. Kongur segði við teir: «Meg hevur droymt ein dreym, og sál mín hevur ikki ró, fyrr enn eg fái hann at vita.» Kaldearnir søgdu tá við kong á áramaiskum: «Kongur livi ævinliga! Sig tænarum tínum dreymin, og vit skulu ráða hann!» Men kongur svaraði Kaldeunum: «Orð míni standa føst! Um tit ikki bæði siga mær dreymin og týðing hansara, tá skulu tit verða sundurhøgdir og hús tykkara verða gjørd til køstar! Men siga tit mær dreymin og ráða hann, tá skulu tit av mær ljóta alskyns gávur og mikla sømd. Sigið mær tí dreymin og týðing hans!» Teir svaraðu uppaftur: «Kongur sigi tænarum sínum dreymin, og vit skulu ráða hann!» Men kongur svaraði og segði: «Av sonnum veit eg nú, at tit bert vilja drála, tí at tit síggja, at orð míni standa føst, so at dómur tykkara verður ein og sami, um tit ikki siga mær dreymin, og at tit tessvegna eru samdir um at ljúgva fyri mær og skaða meg, hagar til tíðirnar eru umskiftar. Sigið mær tí dreymin, so at eg kann vita, at tit eisini eru førir fyri at týða hann!» Kaldearnir svaraðu kongi: «Eingin er til á fold, sum kann siga kongi hetta, sum hann vil vita; heldur ikki hevur nakar kongur, hvussu mikil og máttugur hann so hevur verið, kravt tílíkt av nøkrum spásagnarmanni, manara ella Kaldea. Hetta, sum kongur krevur, er ógjørligt, og eingin kann kunngera kongi tað uttan gudarnir, og teir hava ikki bústað hjá deyðiligum monnum!» Alt hetta loypti nú øði í kong og mikla vreiði, so at hann beyð at drepa allar vísmenn í Bábel. Tá ið nú hetta boð var givið um at drepa vísmenninar, varð eisini leitað eftir Dánjali og feløgum hans til at taka teir av lívi. Men Dánjal veik við skynsemi og vitugum orðum at Arjoki, lívvarðarhøvdinga kongs, ið út var farin at drepa vísmenninar í Bábel; og hann tók til máls og segði við Arjok, valdsmann kongs: «Hví letur kongur ganga út so harða skipan?» Tá ið Arjok hevði sagt honum, hvussu við visti, gekk Dánjal inn fyri kong og bað hann geva sær frest, at hann kundi ráða kongi dreymin. Síðan fór Dánjal heim til sín sjálvs og greiddi feløgum sínum Hánanja, Misjael og Ázarja frá tilburðinum; og hann legði teimum eina við at biðja Guð himinsins um miskunn til tess at opinbera hetta loyndarmál, so at ikki Dánjal og felagar hans skuldu týna lívið saman við hinum vísmonnunum í Bábel. Tá varð loyndarmálið opinberað Dánjali í náttarsjón; og Dánjal lovaði Guði himinsins og tók til máls og segði: «Lovað veri navn Guðs frá ævum og um allar ævir; tí at hans er vísdómurin og mátturin! Hann broytir tíðir og stundir, hann koyrir kongar frá, og hann skipar kongar, gevur vísmonnunum vitsku og hinum hygnu hyggindi; hann opinberar tey djúpu og duldu loyndarmál; hann tekkir tað, sum í myrkri er, og ljósið býr hjá honum. Eg takki tær, Guð fedra mína, og tigni teg, fyri at tú hevur givið mær vitsku og mátt og nú latið meg vita tað, sum vit bóðu teg um; tí at tað, sum kongur vildi vita, hevur tú opinberað okkum!» Tessvegna fór nú Dánjal til Arjoks, ið kongur hevði boðið at drepa vísmenninar í Bábel, og segði við hann: «Drep ikki vísmenninar í Bábel, men leið meg inn fyri kong, so skal eg ráða honum dreymin!» Tá leiddi Arjok Dánjal í skundi inn fyri kong og segði við hann: «Eg havi millum hinar herleiddu úr Júdeu funnið mann, ið vil ráða kongi dreymin!» Kongur tók tá til máls og spurdi Dánjal, ið hevði fingið navnið Beltsazzar: «Kanst tú at siga mær dreymin, sum meg droymdi, og týðing hans?» Dánjal svaraði kongi: «Tað loyndarmál, ið kongur vil hava at vita, eru eingir vísmenn, manarar, spásagnarmenn ella stjørnuspekingar førir fyri at kunngera kongi; men Guð er á himnum, ið opinberar duldar lutir; hann hevur kunngjørt Nebukadnezari kongi tað, sum henda skal á síðstu døgum: Tú lást, kongur, í rekkju tíni og hugsaði um, hvussu framtíðin mundi fara at verða; og hann, sum opinberar duldar lutir, hevur opinberað tær, hvat ið koma skal. Og mær er hetta loyndarmál opinberað, ikki tí at eg í vísdómi beri av øllum monnum, ið liva, men til tess at dreymurin skal verða kongi týddur og tú fáa at vita hugsanir hjarta tíns. Tú leitst fram fyri teg, kongur, og sí, har var veldig standmynd; henda standmynd var høg og framúr glæsilig; hon stóð framman fyri tær og var øgilig á at líta. Høvdið á hesi standmynd var av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kviðurin og lendarnir av kopari, beinini av jarni og føturnir hálvt av jarni og hálvt av leiri. Men meðan tú leitst fram fyri teg, losnaði steinur – tó ikki av manna ávum – hann rakti standmyndina á føturnar, ið vóru av jarni og leiri, og smildraði teir. Tá muldist alt í einum jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið og varð eins og sáður á treskivølli um summarið; vindurin foykti tað burtur, so at einki sást eftir av tí; men steinurin, ið smildrað hevði standmyndina, varð at stórum fjalli og fylti upp yvir alla jørðina. Hesin var dreymurin, og nú skulu vit siga kongi týðing hans: Tú, kongur konganna, sum av Guði himinsins hevur fingið ríki, vald, mátt og heiður og ert settur til at ráða fyri mannanna børnum, hvar tey enn búgva, fyri djórum markarinnar og fuglum himinsins, so at tú valdar teimum – tú ert høvdið, sum var av gulli. Men eftir teg skal koma annað ríki, sum minni hevur at týða enn títt, og eftir tað aftur eitt triðja ríki, sum er av kopari, og skal valda allari jørðini. Síðan skal koma fjórða ríki, sterkt sum jarn – tí at jarnið sorlar og morlar alt – eins og jarn sorlar, soleiðis skal tað sorla og sora sundur øll hini ríkini. Og tá ið tú sást føturnar og tærnar hálvt av pottaraleiri og hálvt av jarni, merkir tað, at tað skal vera sundrað ríki; tó skal tað hava í sær nakað av styrki jarnsins, tí at tú sást jú, at jarn var blandað við leir. Og tað, at tærnar vóru hálvt av jarni og hálvt av leiri, merkir, at ríkið skal vera at einum leiti sterkt og at øðrum leiti veikt. Men tað, at tú sást jarnið vera blandað við leirið, merkir, at tey skulu ganga í hjúnalag saman og kortini ikki verða sameind, eins og jarn ikki kann blandast við leir. Men á døgum hesa konga man Guð himinsins seta á stovn ríki, sum skal standa um allar ævir, og valdið skal ikki verða givið nakrari aðrari tjóð; tað skal sorla og beina fyri øllum hinum ríkjunum, men sjálvt skal tað standa við um allar ævir. Tí at tú sást jú, at steinur losnaði úr fjallinum – tó ikki av manna ávum – tann steinurin smildraði jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið. Mikil Guð hevur nú kunngjørt kongi tað, sum bera skal á eftir hetta. Dreymurin er sannur og týðingin eftirfarandi.» Tá fell Nebukadnezar kongur fram á ásjón sína og lútaði Dánjali og beyð at ofra honum grónoffur og roykilsi. Og kongur mælti við Dánjal og segði: «Av sonnum er Guð tykkara Guð yvir øllum gudum og harri yvir øllum kongum og opinberar loyndar lutir, við tað at tú hevur kunnað opinberað hetta loyndarmál!» Síðan sýndi kongur Dánjali mikla tign, gav honum nógvar og stórar gávur og setti hann til at ráða fyri øllum Bábelheraði og til høvdinga yvir øllum vísmonnum í Bábel. Men Dánjal bað kong seta Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego til at stjórna Bábelheraði; sjálvur varð hann verandi við hirð kongs.
Nebukadnezar kongur læt gera standmynd av gulli, seksti alnir há og seks alnir breið, og setti hana upp í Dúradali í Bábelheraði. Og Nebukadnezar kongur læt boð fara um, at jallar, landshøvdingar og landsstjórar, ráðharrar, fæhirðar, lógkønir, dómarar og allir embætismenn skattlandanna skuldu koma til staðar, tá ið standmyndin, sum Nebukadnezar kongur hevði latið reisa, varð vígd. Tá savnaðust jallarnir, landshøvdingarnir, landsstjórarnir, ráðharrarnir, fæhirðarnir, hinir lógkønu, dómararnir og allir embætismenn skattlandanna til at víga standmyndina, ið Nebukadnezar hevði latið reisa, og tóku støðu frammi fyri henni. Og kallari rópaði hátt: «Tað verður kunngjørt tykkum, tit av øllum tjóðum, ættum og tungumálum: Tá ið tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, tá skulu tit falla niður og tilbiðja gullstandmyndina, sum Nebukadnezar kongur hevur latið reisa. Og hvør, ið ikki vil falla niður og tilbiðja, skal alt í einum verða blakaður inn í hin gløðandi ovnin.» Tá ið nú alt fólkið hoyrdi hornini, ljóðpípurnar, gígurnar, hørpurnar, saltararnar og alskyns ljóðføri ljóða, fullu tey alt í einum niður – av øllum tjóðum, ættum og tungumálum – og tilbóðu gullstandmyndina, sum Nebukadnezar kongur hevði latið reisa. Men um hetta sama mundið komu nakrir kaldeiskir menn og fluttu ákæru móti Júdeunum; teir tóku til máls og søgdu við Nebukadnezar kong: «Kongur livi ævinliga! Tú, kongur, gavst tað boð, at hvør og ein, tá ið hann hoyrdi ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, skuldi falla niður og tilbiðja gullstandmyndina, og at hvør og ein, ið ikki vildi falla niður og tilbiðja, skuldi verða varpaður í hin gløðandi ovnin. Men nú eru her nakrir júdeiskir menn, ið tú hevur sett at ráða fyri Bábelheraði, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego; hesir menn leggja einki í boð títt, kongur; teir dýrka ikki gud tín og tilbiðja ikki gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa.» Uppøstur og í øðini beyð nú Nebukadnezar, at Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego skuldu koma til sín; og tá ið hesir menn vóru leiddir inn fyri kong, spurdi Nebukadnezar teir: «Er tað av uppløgdum ráðum, at tit, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego ikki dýrka gud mín og ikki tilbiðja gullstandmyndina, sum eg havi latið reisa? Íðan, eru tit til reiðar, so skjótt sum tit hoyra ljóð av hornum, ljóðpípum, gígum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns ljóðførum, til at falla niður og tilbiðja standmyndina, sum eg havi latið gera, tá skal hetta verða gloymt; men vilja tit ikki tilbiðja hana, tá skulu tit alt í einum verða varpaðir inn í hin gløðandi ovnin; og hvør er tann gud, ið tá kann bjarga tykkum úr míni hond?» Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego svaraðu Nebukadnezari kongi: «Okkum liggur einki á at svara tær upp á hetta; skuldi hetta borið á, tá er Guð vár, sum vit dýrka, førur fyri at frelsa okkum út úr hesum gløðandi ovni og úr tíni hond, kongur! Men ger hann tað ikki, so skalt tú, kongur, vita, at vit vilja kortini ikki dýrka gud tín ella tilbiðja gullstandmyndina, sum tú hevur latið reisa!» Tá fyltist Nebukadnezar av tílíkari vreiði móti Sjádraki, Mesjaki og Ábed-Nego, at andlit hansara skifti lit; og hann tók til máls og skipaði fyri at kynda ovnin sjey ferðir heitari enn vanligt, og hann beyð nøkrum av sínum reystastu hermonnum at binda Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego og at varpa teimum inn í hin gløðandi ovnin. Síðan vórðu hesir menn bundnir í møtlum, undirklæðum, húgvum og øðrum pløggum sínum og varpaðir inn í hin gløðandi ovnin. Men av tí at boð kongsins vóru hørð, so at ovnurin var kyndur ovurheitur, brendi eldslogin teir menn í hel, sum varpaðu Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego upp í ovnin. Men tá ið nú hesir tríggir menn, Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego, fjøtraðir vóru falnir niður í hin gløðandi ovnin, tá varð Nebukadnezar kongur albilsin, leyp upp alt í einum og tók til máls og spurdi ráðharrar sínar: «Vóru tað ikki tríggir menn, ið vit varpaðu fjøtraðum niður í eldin?» Teir svaraðu kongi: «Jú, vissuliga, kongur!» Tá mælti hann aftur: «Ja, men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, uttan at teir eru grandaðir, og ásjón hins fjórða er eins og ásjón gudasonar!» Síðan fór Nebukadnezar yvir at hurð hins gløðandi ovns og rópaði: «Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego, tit tænarar hins hægsta Guðs, komið út higar!» Og Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego gingu tá út úr eldinum. Tá savnaðust jallar, landshøvdingar, landsstjórar og ráðharrar kongs og sóu hesar menn, hvussu eldurin ikki hevði bitið á likamum teirra, so at ikki hár var sviðið á høvdum teirra, og einki plagg á teimum skalað, ja, at ikki so mikið sum sviðin roykur gekk at teimum. Tá mælti Nebukadnezar: «Lovaður veri Guð Sjádraks, Mesjaks og Ábed-Negos, hann sum sendi eingil sín og frelsti tænarar sínar, sum í troysti til hansara vóru boði kongs ólýdnir og løgdu likam síni við heldur enn at dýrka og tilbiðja nakran annan gud enn sín Guð! Nú bjóði eg, at hvør og ein – av hvørji tjóð og ætt og av hvørjum tungumáli hann so er – sum talar ilt um Guð Sjádraks, Mesjaks og Ábed-Negos, hann skal verða sundurhøgdur, og hús hans verða gjørt til køst; tí at als eingin gud er til, ið eins og hesin kann at frelsa.» Eftir hetta læt kongur Sjádrak, Mesjak og Ábed-Nego ljóta mikla tign í Bábelheraði.
Nebukadnezar kongur sendir kvøðu til alra tjóða av øllum londum og tungumálum á allari jørðini: Heilir og sælir! Mær hevur toknast at kunngera tey tekin og undur, sum hin hægsti Guð hevur latið mær vera fyri. Hvør mong eru tekin hans og hvør mikil undur hans! Ríki hans er ævigt ríki, vald hans varir ætt eftir ætt! Eg, Nebukadnezar, sat ekkaleysur í húsi mínum og í øllum góðum í kongshøll míni. Tá droymdi meg dreym, ið ræddi meg, og hugsanirnar og sjónirnar, ið bórust mær fyri á legu míni, skelkaðu meg. Tessvegna beyð eg, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða leiddir inn fyri meg til tess at ráða mær dreymin. Tá komu spásagnarmenninir, manararnir, Kaldearnir og stjørnuspekingarnir; og eg segði teimum dreymin, men eingin teirra kundi ráða mær hann. Loksins kom Dánjal til mín, sum nevnist Beltsazzar eftir navni guds míns, og sum andi hinna heilagu guda er í; og eg segði honum dreymin: Belsazzar, tú høvuðsspásagnarmaður, eg veit, at í tær er andi hinna heilagu guda, og at einki loyndarmál er tær ovboðið! Sig mær nú tað, sum eg sá í dreymum, og hvat tað hevur at týða! Sjónirnar, ið bórust mær fyri í rekkju míni, vóru hesar: Eg leitst um og sí, á miðjari jørðini stóð træ, sum var avbæra hátt. Træið vaks og varð veldigt, ja so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda. Leyv tess var fagurt og aldin tess mong, so at tað hevði føðslu fyri øll; undir tí funnu skógardjórini skugga, og í greinum tess búðu fuglar himinsins, og allar skepnur mettaðu seg av tí. Framvegis sá eg í sjónini, sum barst mær fyri á legu míni, varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni; og hann rópaði hátt og segði: «Fellið træið, høggið av tess greinar, skræðið leyvið av tí og sundrið aldin tess, so at djórini flýggja burtur undan tí og fuglarnir burtur úr greinum tess! Men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; døggin av himni skal væta hann; og saman við djórunum skal hann eta urtir jarðarinnar. Mannahjarta hansara skal verða frá honum tikið og honum verða givið djórahjarta í stað tess, og sjey tíðir skulu yvir honum líða. Hetta er avrátt eftir ráðagerð varðmannanna; soleiðis hava hinir heilagu skipað fyri, til tess at hinir livandi skulu viðurkenna, at hin hægsti valdar kongsdømi mannanna og kann geva tað, hvørjum hann vil, ja, hevja hin ússaligasta millum manna til at ráða fyri tí! Henda var dreymasjónin, ið eg, Nebukadnezar kongur, sá; og tú, Beltsazzar, skalt týða mær hana; tí at eingin av øllum vísmonnunum í ríki mínum kann at siga mær, hvat hon týðir, men tú kanst tað, tí at í tær býr andi hinna heilagu guda. Tá tók Dánjal, sum hevði fingið navnið Beltsazzar, at ønskrast um bil, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongur tók til máls og segði: «Beltsazzar, lat ikki dreymin og týðing hans ræða teg!» Dánjal svaraði: «Harri mín, gævi dreymurin sipaði til fígginda tína og týðing hans til mótstøðumanna tína! Træið, sum tú sást, og sum vaks og varð veldigt og so hátt, at tað røkk til himins og var sjónligt alt at jarðarinnar enda, hvørs leyv var fagurt, hvørs aldin vóru mong, so at øll fingu føðslu av tí, og skógardjórini hølaðust undir tí, og fuglar himinsins búðu í greinum tess, tað ert tú sjálvur, kongur, tú, sum er vorðin so stórur og veldigur, at mikilleiki tín røkkur til himins og vald títt alt at jarðarinnar enda. Men tað, at tú, kongur, sást varðmann, ein heilagan, stíga niður av himni og siga: Fellið træið og oyðileggið tað, men latið stovnin við rótum sínum verða eftir í jørðini bundnan við fjøtrum av jarni og kopari í miðjum graslendinum; hann skal vætast av døgg himinsins og taka lut við djórum markarinnar, til sjey tíðir eru yvir honum lidnar – tað merkir, kongur, hesa ráðagerð hins hægsta, sum skal raka teg, kongur, harri mín: Tú skalt verða útrikin úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður og vætast av døgg himinsins, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og kann geva tað, hvørjum hann vil. Men tað, at boðið var at lata stovn træsins við rótum sínum verða eftir, tað merkir, at tú skalt fáa ríki títt aftur, so skjótt sum tú viðurkennir, at himinin hevur valdið. Lat tí, kongur, ráð mítt hóva tær og bøt misgerðir tínar við rættlætisverkum og brot tíni við várkunn móti armingunum, tá verður tú kanska altsamt happadrúgvur!» Alt hetta kom nú yvir Nebukadnezar kong. Meðan hann einaferð tólv mánaðir seinni spákaði uppi á takinum á kongshøllini í Bábel, tók hann til máls og segði: «Er hetta ikki Bábel hin mikla, sum eg havi reist til kongsseturs við veldiga mátti mínum, tign míni til heiðurs?» Valla hevði kongur mælt hesum orðum, fyrr enn rødd kom av himni: «Nebukadnezar kongur, tær verður kunngjørt, at ríkið er tikið av tær! Tú skalt verða rikin út úr mannafelagnum og búgva millum djóra markarinnar; gras skalt tú eta eins og fenaður, og sjey tíðir skulu yvir tær líða, til tú viðurkennir, at hin hægsti ræður fyri kongsdømi manna og gevur tað hvørjum, hann vil!» Í somu løtu gekk hetta orð út á Nebukadnezari; hann varð rikin út úr mannafelagnum og át gras eins og fenaður; likam hansara vættist av døgg himinsins, og umsíðir varð hár hansara langt sum arnarfjaðrar og negl hansara sum fuglakløur. Tá ið henda tíðin var umliðin, lyfti eg, Nebukadnezar, eygum mínum til himins og fekk vit mítt aftur; tá prísaði eg og lovaði hinum hægsta og tignaði hann, sum livir ævinliga, og hvørs vald er ævigt vald, og hvørs ríki varir ætt eftir ætt. Øll, sum á jørðini búgva, eru fyri einki at meta; hann fer, sum hann vil, við heri himinsins og teimum, sum á jørðini búgva; eingin er til, sum kann forða honum og siga við hann: «Hvat gert tú?» Síðan fekk eg alt í einum vitið aftur; og til heiðurs fyri ríki mítt lutaðist mær aftur tign og dýrd; ráðharrar mínir og stórmenn leitaðu til mín; eg varð aftur skipaður yvir ríki mínum, og mær varð givið enn størri vald enn áður. Eg, Nebukadnezar, heiðri nú og tigni og æri kong himnanna: tí at allar gerðir hans eru sannleiki og vegir hansara rættir, og hann kann eyðmýkja allar, sum liva í dramblæti.
Tað líkaði Dáriusi at leggja ríkið undir eitt hundrað og tjúgu jallar, ið skuldu vera um alt ríkið; yvir teimum setti hann tríggjar yvirhøvdingar, og var Dánjal ein teirra; fyri teimum skuldu jallarnir gera roknskap, so at kongur ikki skuldi fáa miss. Tá ið nú Dánjal bar av hinum yvirhøvdingunum og jøllunum, av tí at fráskila andi var í honum, so at kongur ætlaði at seta hann yvir øllum ríkinum, tá royndu hinir yvirhøvdingarnir og jallarnir at finna einahvørja søk við hann viðvíkjandi ríkisstjórnini, men kundu onga søk finna og einki rangt, av tí at hann var rættiligur, og eingin ódugnaskapur og einki rangt var at finna við honum. Tá søgdu hesir menn: «Vit finna onga søk við henda Dánjal, um ikki tað eydnast at finna í gudsdýrkan hansara eitthvørt at ákæra hann við.» Síðan tustu hesir yvirhøvdingar og jallar inn fyri kong og søgdu við hann: «Dárius kongur livi ævinliga! Allir yvirhøvdingar ríkisins og landshøvdingar, jallar, ráðharrar og landsstjórar hava komið ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið og bann staðfest, at hvør, sum í tríati dagar ger bøn til nakran, hvørt tað er til gud ella mann, uttan til tín, kongur, skal verða varpaður í ljónsbølið. Nú skalt tú, kongur, staðfesta hetta bann og gera tað skrivliga, so at tað – eftir hini óbroytandi lóg Meda og Persa – ikki kann verða afturtikið. Tessvegna setti nú Dárius kongur hetta bann skrivliga í gildi. Men tá ið Dánjal frætti, at hetta boð skrivliga var givið út, fór hann beinanvegin inn í hús sítt; har hevði hann á takinum herbergi við opnum gluggum, ið horvdu móti Jerúsalem; og tríggjar ferðir um dagin fell hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guðs, eins og hann hevði verið vanur at gera. Nú tustu hinir menninir hagar, og tá ið teir sóu, at Dánjal bað og ákallaði Guð sín, gingu teir inn fyri kong og spurdu hann viðvíkjandi kongsbanninum: «Hevur tú ikki givið út tað forboð, at hvør, sum í tríati dagar biður bønir til nakran, hvørt tað er til gud ella mann, uttan til tín, kongur, skal verða varpaður í ljónsbølið?» Kongur svaraði og segði: «Tað orð stendur fast eftir hini óbroytandi lóg Meda og Persa.» Tá mæltu teir og søgdu við kong: «Dánjal, ein av hinum herleiddu Júdeum, skoytir hvørki tær, kongur, ella tí banni, sum tú hevur givið; hann biður sínar bønir tríggjar ferðir um dagin!» Tá ið kongur hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga illa við, og hann legði allan hug á at frelsa hann, og alt til sólseturs grundaði hann yvir, hvussu hann skuldi koma honum til hjálpar. Men tá tustu hinir menn inn fyri kong og søgdu við hann: «Kongur skal vita, at tað er mediskur og persiskur rættur, at einki bann og einki boð, sum kongur gevur, kann verða afturtikið!» Tá beyð kongur, at Dánjal skuldi verða leiddur fram og verða varpaður í ljónsbølið. Men við Dánjal segði hann: «Guð tín, sum tú áhaldandi tilbiður, hann vil frelsa teg!» Síðan varð tikin steinur og lagdur aftur yvir bølismunnan; og kongur innsiglaði hann við innsiglisringi sínum og stórmanna sína, til tess at einki skuldi broytast í tí, sum Dánjali var fyriskipað. Síðan fór kongur heim í høll sína og fastaði alla náttina; hann loyvdi ongari konu at koma til sín og blundaðist ikki. Út móti morgni, tá ið lýsti av degi, fór kongur upp og skundaði sær út at ljónsbølinum. Og tá ið hann nærkaðist ljónshellinum, rópaði hann á Dánjal við sorgtungari rødd; og kongur tók til máls og segði við Dánjal: «Dánjal, tú tænari hins livandi Guðs, man Guð tín, sum tú áhaldandi dýrkar, hava verið mentur at frelsa teg frá ljónunum?» Tá svaraði Dánjal kongi: «Kongur livi ævinliga! Guð mín sendi eingil sín, og hann múlabant ljónini, so at tey einki mein hava gjørt mær, við tað at eg eri funnin sakleysur fyri honum og havi heldur ikki gjørt nakað skeivt móti tær, kongur!» Tá varð kongur ógvuliga glaður; og hann beyð, at Dánjal skuldi verða drigin upp úr bølinum; men tá ið Dánjal var drigin upp úr bølinum, var einki mein at síggja á honum, tí at hann hevði trúð á Guð sín. Men hinar menn, ið høvdu bitið Dánjal í bak, beyð kongur at leiða fram og varpa teimum í ljónsbølið ásamt børnum og konum teirra; og valla vóru teir komnir á botn í bølinum, fyrr enn ljónini løgdust á teir og soraðu hvørt bein í teimum. Síðan ritaði Dárius kongur øllum tjóðum av øllum londum og øllum tungumálum um alla jørðina: «Heilir og sælir! Nú gevi eg tað boð, at í øllum veldi ríkis míns skulu menn ræðast og óttast gud Dánjals. Tí at hann er hin livandi Guð og verður ævinliga til; ríki hans man aldri farast, á veldi hans verður eingin endi. Tað er hann, ið frelsir og bjargar; hann ger tekin og undur í himni og á jørð, hann, ið bjargaði Dánjali undan ljónunum!» Og eydnan fylgdi Dánjali alsamt, bæði meðan Dárius og Kýrus hin persiski vóru kongar.
Á fyrsta ríkisári Belsazzars Bábelkongs droymdi Dánjal dreym, og sjónir bórust honum fyri, meðan hann lá í rekkju síni. Síðan skrásetti hann dreymin og segði frá aðaltátti hans. Dánjal tók til máls og segði: Mær var fyri dreymasjón á nátt, og sí, himinsins fýra vindar østu upp meginhavið; og upp úr tí komu fýra stór djór, hvørt ólíkt øðrum. Hitt fyrsta líktist ljóni, men hevði arnarveingir, og meðan eg hugdi at, vórðu veingir tess slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og maður, og manshjarta varð fingið tí. Og sí, annað djórið, hitt annað í røðini, tað var líkt bjørn; tað lyfti seg upp á aðra liðina og hevði trý riv í gapinum millum tannanna; við tað varð sagt: «Statt upp og et nógv kjøt!» Eftir hetta sá eg aftur djór, ið líktist pantara; tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir; hetta djórið hevði fýra høvur, og tí var vald givið. Eftir hetta sá eg aftur í náttarsjónum fjórða djórið, og sí, tað var øgiligt og ræðuligt og ovursterkt; tað hevði tenn av jarni, át og morlaði alt sundur, og leivdirnar traðkaði tað undir fótum; tað var ólíkt hinum fyrru djórunum og hevði tíggju horn. Eg gav mær gjølla far um hornini og sá annað minni horn spretta upp millum teirra; og trý av hinum fyrru hornunum, vórðu burturslitin fyri tí; hetta hornið hevði eygu sum mannaeygu og munn, ið mælti stórum orðum. Eg hugdi og hugdi, og sí, hásæti vórðu sett fram, og ein, sum gamal var, sessaðist; klæði hans vóru hvít sum kavi og hárið á høvdi hans sum rein ull; hásæti hans var eldslogi og hjólini undir tí brennandi eldur. Streymur av eldi floymdi út og streymaði haðan; túsund túsunda tæntu honum, og tíggju túsund tíggju túsunda stóðu frammi fyri honum. Síðan varð rætturin skipaður, og bøkur vórðu upplatnar. Eg hugdi, og sí, fyri tey stóru orð, ið hornið talaði... eg sá, at djórið varð dripið og likam tess oyðilagt og varpað í eldin til at brenna upp. Eisini frá hinum djórunum var valdið tikið, og teimum varð avmarkað stund og tími til at liva í. Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast. Eg, Dánjal, varð illa skelkaður av hesum; og sjónirnar, ið bórust mær fyri, loyptu ræðslu á meg. Tá veik eg at einum teirra, sum har stóðu, og bað hann geva mær gjølla frágreining um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað greiniliga: «Hesi fýra stóru djórini merkja tað, at fýra kongar skulu rísa á jørðini; men síðan skulu hinir heilagu hjá hinum hægsta taka við ríkinum og sita við tí ævinliga, um aldur og allar ævir.» Síðan vildi eg hava álítandi frágreining um hitt fjórða djórið, sum var ólíkt øllum hinum og ógvuliga øgiligt, sum hevði tenn av jarni og kløur av kopari, sum át og morlaði alt sundur og traðkaði tað, sum eftir var, undir fótum, og somuleiðis um tey tíggju hornini á høvdi tess og um hitt hornið, sum har spratt upp og trý horn fullu fyri, hetta hornið, ið hevði eygu og munn, ið talaði stór orð og var størri á at líta enn hini. Eg sá, hvussu hetta horn legði bardagar við hini heilagu og vann sigur av teimum, hagar til hann, ið gamal er, kom, og rætturin var givin hinum heilagu hins hægsta, og tímin var komin, tá ið hinir heilagu fingu ríkið til ognar. Svar hans ljóðaði soleiðis: «Fjórða djórið merkir, at fjórða kongaríki skal rísa upp á jørðini. Tað skal verða ólíkt øllum hinum ríkjunum; tað skal oyða alla jørðina, traðka og morla hana sundur. Og hornini tíggju merkja tað, at av hesum ríki skulu tíggju kongar koma, og aftan á teir skal annar kongur rísa upp, ið skal vera ólíkur hinum fyrru, og fella tríggjar kongar og mæla orðum móti hinum hægsta, kúga hini heilagu hins hægsta og hava í hyggju at broyta tíðir og lógir; og tey skulu verða givin honum upp í hendur eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð. Men tá skal rætturin verða skipaður og vald hans verða tikið frá honum og verða gjørt at ongum og fyribeint med alla. Og ríki og vald og mikilleiki alra tjóða undir himinum skal verða givið hinum heilaga fólki hins hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og vera tí lýðin.» Her er henda frágreiðing at enda; hesar hugsanir mínar elvdu mær, Dánjali, mikla órógv, og andlit mítt skifti lit; men tað, sum mær hevði borist á, goymdi eg í hjartanum.
Á triðja ríkisári Belsazzars kongs birtist mær, Dánjali, sjón, aftan á hina, sum eg hevði sæð frammanundan. Og eg sá í sjónini, og mær tóktist, at eg var í borgini Súsan í Elamheraði, og eg sá meg í sjónini standa við ánna Úlai. Og tá ið eg hugdi upp, sá eg veðr standa við ánna; hann hevði tvey stór horn, annað størri enn hitt; men tað, sum var størri, spratt upp seinni. Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðuri og suðuri; eingi djór kundu standast fyri honum, og eingin kundi bjarga nøkrum undan valdi hans; hann gjørdi eftir vild síni og framdi miklar lutir. Meðan eg gav hetta í geyma, sí, tá kom úr vestri geitarhavur; hann fór um alla jørðina, men uttan at bera við hana; havurin hevði stórt horn á enninum. Hann kom fram at hinum tvíhyrnda veðrinum, ið eg hevði sæð standa við ánna, og leyp á hann í miklari øði. Og eg sá, hvussu hann fór tætt at veðrinum, østi seg upp ímóti honum og rendi til hansara og breyt bæði hornini av honum, so at veðrurin einki kundi gera ímóti honum; hann legði hann til jarðar og traðkaði oman á honum, og har var eingin til at hjálpa veðrinum undan honum. Og geitarhavurin framdi ovurmiklar lutir, men tá ið máttur hans var sum mestur, brotnaði hornið mikla, og í stað tess vuksu upp fýra onnur horn, ið horvdu út ímóti hinum fýra høvuðsættunum. Men upp úr einum teirra spratt annað minni horn og vaks stórliga bæði suðureftir og eystureftir og móti tí dýrmæta landi; tað vaks alt upp í her himinsins og rindaði nakrar av herinum, nakrar av stjørnunum til jarðar og traðkaði á tær. Tað bretti sær upp ímóti høvdinga hersins; dagliga offur hansara varð avtikið, og hans heilagi bústaður varð skræddur av grund. Í stað hins dagliga offurs varð misgerð løgd á altarið; sannleikin varð rindaður til jarðar; og alt, sum hornið gjørdi, vignaðist væl fyri tí. Tá hoyrdi eg ein heilagan tala og ein annan heilagan, ið spurdi tann, sum talaði: «Hvussu langt tíðarskeið sipar hon til, henda sjónin um hitt avtikna dagliga ofrið og um hina oyðandi misgerð og um halgidómin og herin, ið verða traðkað undir fótum?» Hann svaraði: «Tvey túsund og trý hundrað kvøld og morgnar; tá man halgidómurin hava fingið rætt sín aftur!» Meðan eg, Dánjal, eygleiddi sjónina og royndi at skilja hana, sí, tá stóð frammi fyri mær ein, ið var á at líta eins og maður. Og eg hoyrdi mitt yvir Úlai mansrødd, ið kallaði og segði: «Gábriel, ger hesum manni grein á sjónini!» Síðan kom hann hagar, sum eg stóð; og tá ið hann var komin til mín, varð eg ræddur og fell fram á ásjón mína; men hann segði við meg: «Legg í geyma, tú manssonur, tí at sjónin viðvíkur síðstu tíð!» Meðan hann talaði við meg, lá eg fram eftir rommum í óviti á jørðini; men hann nart við meg og reisti meg aftur á føtur og segði: «Sí, eg vil kunngera tær tað, sum verða skal á vreiðinnar síðstu tíð, tí at sjónin viðvíkur hini avráddu endalykt. Hin tvíhyrndi veðrurin, ið tú sást, merkir kongarnir av Mediu og Persiu, hin lodni geitarhavurin merkir Grikkalands kongur, og hornið mikla á enni hans er fyrsti kongurin. At tað varð slitið av, og at fýra onnur spruttu fram í stað tess, tað merkir, at av tjóð hans munnu fýra ríki koma fram, tó ikki javnlík honum í mátti. Men tá ið veldi teirra tekur enda, tá ið hini trúnaðarleysu hava fylt mátið, tá skal kongur rísa upp nasadjarvur og vándur í ráðum. Hann skal vera mikil í mátti, tó ikki javnlíki hins; ótrúligt skal hann hava á máli og vera happadrúgvur í tí, sum hann tekur sær fyri; máttugar skal hann týna; ja, upp ímóti hinum heilagu skal hugur hansara snúgvast; svikaráð hansara skulu eydnast honum, og í dramblæti sínum skal hann beina fyri mongum, ið einki ilt vardi, ja, eisini rísa upp ímóti høvdinga høvdinganna; men síðan skal hann týnast, tó ikki av manna ávum. Sjónin um kvøldini og morgnarnar, ið talað var um, er sonn, men goym tú sjónina, tí at hon viðvíkur fjarlagnum tíðum.» Men eg, Dánjal, legðist sjúkur um bil; síðan komst eg aftur á føtur og fór aftur at starva í tænastu kongs; men eg var albilsin um tað, sum eg hevði sæð, og eingin skilti tað.
Á fyrsta ríkisári Dáriusar Áhasverussonar, sum var mediskur av ætt og vorðin kongur yvir ríki Kaldea, á fyrsta ári ríkisstjórnar hans fór eg, Dánjal, at kanna í ritingunum tað áramál, sum Jerúsalem eftir orði Harrans til Jeremia profet skuldi liggja avtoftað, sjeyti ár. Tá snúði eg andliti mínum til Harrans Guðs og bønaði og bað hann um náði við føstu og í sekki og øsku. Og eg bað til Harrans, Guðs míns, og mælti játtandi: «Á, Harri, tú veldigi, øgiligi Guð, sum varðveitir sáttmálan og miskunnsemina við teir, ið elska teg og halda boðorð tíni! Vit hava syndað og gjørt illa, vit hava slitið trúnað, verið mótræsnir og vikið frá boðorðum og lógum tínum, vit vóru ikki lýdnir profetunum, tænarum tínum, sum talaðu í tínum navni til kongar várar, til høvdingar og fedrar várar og til alt fólkið í landinum. Tú, Harri, hevur fingið rætt, og vit noyðast at skamma okkum, sum nú er vorðið – vit Júdamenn og Jerúsalembúgvar, ja, allur Ísrael, bæði teir, ið nær eru, og teir, ið fjarstaddir eru, í øllum teimum londum, hagar ið tú hevur rikið teir, fyri at teir slitu trúnað við teg. Ja, Harri, vit noyðast at skamma okkum saman við kongum, høvdingum og fedrum várum, tí at vit hava syndað móti tær. Men hjá tær, Harri, er miskunnsemi og fyrigeving, tí at vit hava verið mótræsnir og ólýdnir rødd Harrans, Guðs várs, og ikki farið eftir boðorðum teimum, ið hann við tænarum sínum, profetunum, legði fyri okkum. Ja, allur Ísrael hevur brotið lóg tína og hevur vikið frá og ikki lýtt rødd tíni, so at hin eiðfesta bølbiðjan, sum ritað er í lóg Mósesar, tænara Guðs, er úthelt yvir okkum, av tí at vit syndaðu móti honum; og hann hevur evnað tey orð síni, sum hann talaði móti okkum og dómarum okkara, sum hava yvir okkum at siga, um at lata mikla ógævu koma yvir okkum, so at ongar staðir á jarðarríki hevur nøkur tílík ógæva verið fyri sum henda í Jerúsalem. Sambært tí, sum ritað er í lóg Mósesar, er øll henda ógæva komin oman yvir okkum; og vit hava ikki roynt at blíðka Harran, Guð váran, við at víkja frá misgerðum várum og leggja okkum sannleika tín í geyma. Tí vakti Harrin yvir ógævuni og leiddi hana yvir okkum; tí at Harrin, Guð vár, er rættlátur móti øllum skapningum sínum; men vit vóru rødd hans ólýdnir. Og nú, Harri, Guð vár, tú, sum leiddi fólk títt út úr Egyptalandi við sterkari hond og vanst tær miklan heiður, ið er tann sami enn í dag: Vit hava syndað, vit hava slitið trúnað! Men lat tú, Harri, sambært rættlætisgerðum tínum, vreiði tína og ilsku víkja frá Jerúsalem, borg tíni, tínum heilaga fjalli; tí at fyri syndir várar og misgerðir fedra vára er Jerúsalem og fólk títt vorðið at spotti hjá øllum, ið kring okkum búgva. Og tú, Guð vár, hoyr nú bøn tænara tíns og bønligu ákallan hans og lat andlit títt lýsa yvir tínum oydda halgidómi fyri tínar egnu sakir, o Harri! Ja, legg tú, Guð mín, oyra títt við og hoyr og lat upp eygu tíni og síggj, hvussu vit og borgin, sum navn títt er nevnt yvir, liggja í oyði, tí at ikki í troysti á egið rættlæti koma vit fram fyri ásjón tína at bøna um náði, men í troysti á tína miklu miskunn. Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, gev í geyma, tak tær um reiggj og drála ikki fyri tínar egnu sakir, Guð mín; tí at navn títt er nevnt yvir borg tíni og yvir fólki tínum!» Meðan eg enn talaði og bað og játtaði syndir mínar og syndir fólks míns Ísraels og frambar fyri ásjón Harrans, Guðs míns, mínar bønligu bønir fyri hinum heilaga fjalli Guðs míns, ja, meðan eg enn bað, tá kom um tað bil, tá ið kvøldargrónofrið verður framborið, maðurin Gábriel, sum eg áður hevði sæð í sjónini, við ferð fljúgvandi tætt til mín; og tá ið hann var komin, mælti hann við meg og segði: «Dánjal, nú eri eg higar komin til tess at kenna tær skynsemi. Fyrsta tú fórt at biðja, fór eitt orð út; og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí at tú ert væl toknaður. Tak nú eftir orðinum og gev sjónini gjølla gætur! Sjeyti vikur eru tilskilaðar fólki tínum og tíni heilagu borg, til trúloysið er á tremur og syndin fullkomin, til sátt er gjørd fyri misgerðina, ævigt rættlæti fingið til vega, innsigli sett á sjón og profet og eitt háheilagt salvað. Og tú skalt vita og skyna á, at frá tí at orðið um endurreisn Jerúsalems fór út, til ein salvaður høvdingi kemur, skulu sjey vikur líða; og eftir seksti og tveimum vikum skal borgin standa endurreist við torgum og gøtum hóast trongar eru tíðir. Eftir teimum seksti og tveimum vikunum skal ein salvaður verða oyddur uttan at hava gjørt nakað til sakar; og saman við høvdinganum skulu borgin og halgidómurin farast; við vatnflóð kemur síðsta nosið; alt til enda skal bardagi ganga á, oyðing, sum er fast avrádd. Í eina viku skal hann elva mongum til at slíta sáttmálan; og í síðsta helmingi vikunnar skal sláturoffur og grónoffur verða avtikið og andstygd oyðingarinnar verða sett á hin heilaga staðin, til hin avrádda oyðing kemur oman yvir oyðaran.»
Á triðja ári Kýrusar Persakongs fekk Dánjal, ið eisini nevndist Beltsazzar, opinbering; tað var sannleiksorð, ið boðar miklar trongdir; og hann tók eftir orðinum og gav sjónini gjølla gætur. Um tað mundið var eg, Dánjal, í sorg í tríggjar samfeldar vikur og neyt ongar krásir; kjøt og vín kom ikki um mínar varrar, og eg salvaði meg ikki, fyrr enn tær tríggjar vikurnar vóru umlidnar. Men á tjúgunda og fjórða degi hins fyrsta mánaðar, sum eg var staddur á áarbakkanum við hina stóru á, Hiddekel, var mær hyggjandi upp, og eg sá, at har var maður klæddur í líni og gyrdur um lendar við belti av Ofirgulli. Likam hans var eins og krýsolit, ásjón hansara lýsti sum snarljós og eygu hans eins og eldslogar; armar og bein hans vóru sum skyggið kopar og rødd hans eins og rómur av miklari mannfjøld. Eina eg, Dánjal, sá sjónina; menninir, ið við mær vóru, sóu hana ikki; men teir vórðu illa skelkaðir og rýmdu burtur at krógva seg, so at eg var einsamallur eftir: Men tá ið eg hevði sæð hesa miklu sjón, var eingin megi eftir í mær, andlitið skifti lit og avskeplaðist, og eg kom burtur í einki. Tá hoyrdi eg hann tala; men tá ið eg hoyrdi ljómin av orðum hansara, fell eg sum í óviti til jarðar fram á ásjón mína. Men sí, tá treiv ein hond í meg, so mikið at eg skelvandi kom upp aftur á knæ og hendur. Og hann segði við meg: «Dánjal, tú væltoknaði maður, gev tær gjølla far um hesi orð, sum eg tali til tín, og far tær upp á føtur; tí at nú eri eg sendur til tín!» Og tá ið hann hevði mælt hesum orðum til mín, reis eg upp skelvandi. Síðan segði hann við meg: «Óttast ikki, Dánjal, tí at frá fyrsta degi, sum tú legði hug tín á at vinna tær fróðskap og eyðmýkja teg fyri ásjón Guðs tíns, eru orð tíni hoyrd; og fyri orð tíni eri eg higar komin. Men verndareingilin hjá Persaríkinum stóð mær ímóti í tjúgu og ein dag; men sí, Mikael, ein av teim fremstu verndareinglunum, kom mær til hjálpar; hann læt eg vera eftir har hjá verndareingli Persakongsins. Og nú eri eg komin til tess at kunngera tær tað, sum fólki tínum verður fyri á hinum síðstu tíðum; tí eisini henda sjónin viðvíkur framtíðini.» Meðan hann soleiðis talaði til mín, boygdi eg dumbur andlit mítt til jarðar. Og sí, eitthvørt, ið líktist manshond, nart við varrar mínar; tá læt eg upp munn mín, tók til máls og segði við hann, ið stóð frammi fyri mær: «Harri, vegna tess, ið eg havi sæð, er henda kvøl komin yvir meg, so eingin megi er eftir í mær. Og hvussu skal eg, ússaligi trælur Harra míns, kunna tala við teg, Harra mín? Av øtan havi eg mist mína megi, og lívsandi er eingin eftir í mær!» Uppaftur nart ein, ið líktist manni, við meg og styrkti meg og segði: «Óttast ikki, tú hin væltoknaði maður! Friður veri við tær, ver hugreystur og óræddur!» Og sum hann talaði við meg, fanst mær, at eg styrknaði, og eg mælti: «Tala, Harri, tí tú hevur styrkt meg!» Tá segði hann: «Veitst tú, hvørs vegna eg eri til tín komin? Eg má nú snúgvast aftur til at berjast við verndareingil Persiu; og tá ið eg eri útfarin, tá kemur verndareingil Grikkalands. Og eingin veitir mær hjálp ímóti teimum uttan Mikael, verndareingil tykkara, 11,1 ið stendur mær við lið til hjálpar og verndar. Tó vil eg gera tær kunnugt tað, sum ritað er í bók sannleikans, ja, nú vil eg kunngera tær tað, sum satt er.
Sí, enn skulu tríggir kongar av Persiu koma fram, og hin fjórði skal verða ríkari enn allir hinir; og tá ið hann við eyði sínum hevur vunnið sær vald, skal hann búgva øllum út í hernað móti Grikkalands ríki. Men síðan skal veldigur kongur koma fram og stýra við miklum valdi og gera, sum hann vil. Men best sum hann stendur, skal ríki hansara syndrast og verða skift sundur eftir himinsins fýra ættum; og tað skal ikki lutast eftirkomarum hans og ikki vera so sterkt, sum tá ið hann stjórnaði tí; nei, ríki hans skal farast og lutast øðrum enn eftirkomarum hans. Og suðurlandskongur skal fáa mikið vald, men ein av høvdingum hans skal vera veldigari enn hann; hann skal ráða og ríki hans vera stórveldi. Tá ið nøkur ár eru umliðin, skulu teir ganga saman í felag, og dóttir suðurlandskongsins skal koma til norðurlandskongsins at birta semju; men hóast veldi sítt fær hon einki avrikað, og heldur ikki skal vald hansara standa við; nei, bæði hon og fylgisneyt hennara og børn og húsbóndi hennara verða at láta lív. Á teimum døgum man í hansara stað gróðurteinur spretta upp av rótum hennara; hann skal fara móti heri norðurlandskongsins og treingja inn í varnarvirki hans, fara við teimum, sum hann vil, og verða mikil í veldi; ja, eisini gudar teirra við teirra stoyptu myndum og dýrmætu kerum av silvuri og gulli man hann taka sum herfong við sær aftur til Egyptalands; síðan skal hann í nøkur ár lata norðurlandskongin í friði. Hesin skal gera áræsur á ríki suðurlandskongsins, men noyðist at fara heim aftur í land sítt. Men sonur hans skal búgva seg til bardaga og savna saman ovurmiklan her, ið skal fara fram eins og streymur og síðan snúgvast aftur og herja alt fram at varnarvirki hans. Tá skal øði koma í suðurlandskong, so at hann heldur út í bardaga við norðurlandskong; mikið herlið skal hesin búgva út, men tað skal lúta fyri suðurlandskongi. Men tá ið hesin herur er fyribeindur, verður hann hástórur og jarðleggur tíggju túsund, men verður kortini ikki við yvirlutan. Uppaftur skal norðurlandskongur búgva út her, sum er størri enn hin fyrri, og tá ið nøkur ár eru umliðin, skal hann koma móti honum við miklum herfjøldum og nógvum viðføri. Um tað mundið munnu margir aðrir rísa upp ímóti suðurlandskongi; yvirgangsmenninir av fólki tínum skulu gera uppreist, so at sjónin kann sannast; men teir skulu falla. Norðurlandskongur skal koma, laða upp vígvirki og taka hina víggirdu borgina; men herlið suðurlandsins kunnu ikki standast, og valalið hansara hevur ongan mátt til at veita mótstøðu. Og hann, sum fer ímóti honum, sum honum hóvar, við tað at eingin er førur at veita honum mótstøðu; hann skal fáa fótin fastan í hinum dýrmæta landi og týna frá hond. Hann ásetir sær at koma við øllum heri ríkis síns, men semur seg við hann og giftir honum dóttur sína landinum til skaða; men tað eydnast honum ikki og verður av ongum. Síðan snýst hann sær móti oyggjalondunum og hertekur mong; men tá kemur herhøvdingi og ger enda á háðan hans, ja, letur hann sjeyfalt bøta fyri háðan sína. Tínæst man hann ráðast á varnarvirki í sínum egna landi; men tá snávar hann, fellur og er horvin med alla. Og í hans stað kemur annar, ið letur skattheimtara fara um hitt dýrmæta ríkið; men eftir nøkrum døgum verður hann dripin, tó hvørki í vreiði ella í bardaga. Í hans stað kemur skemdarmaður, sum kongstign ikki var ætlað; men óvart skal hann koma og leggja undir seg ríkið við svikum. Floymandi herlið, sum toka fram, skulu farast fyri honum og somuleiðis sáttmálahøvdingin. Fyrsta semingur er gjørdur við hann, nýtir hann vælir, leggur avstað og við fáum monnum vinnur sær veldi. Á gróðurbestu landslutir man hann ráðast óvart og gera tað, sum hvørki fedrar ella forfedrar hansara gjørdu; rán og herfong og ognir skal hann ríkliga skifta monnum sínum og leggja ilskuráð upp ímóti víggirdum borgum; tó skal hetta bert vara eina tíð. Hann býr seg av øllum alvi út til bardaga móti suðurlandskongi við miklum heri; men eisini suðurlandskongur leggur til orrustu við almiklum og ovursterkum heri; men hann fær ikki staðist, av tí at svikráð verða løgd upp ímóti honum. Teir, ið eta við borð hans, verða honum at bana; herur hansara verður burturskolaður, og mangir falla á vali. Og báðir kongarnir hugsa um ilt og hava lygnir á máli, meðan teir sita við sama borð; men tað skal ikki eydnast, tí at enn eru ikki taldir dagar lidnir. Meðan hann er á heimvegnum við nógvum fíggjarlutum, leggur hann upp ilskuráð móti hinum heilaga sáttmála, evnir tey og snýr síðan heim aftur í land sítt. Tá ið hin ásetta tíðin er komin, heldur hann aftur avstað inn í suðurlandið; men henda seinna ferðin fer øðrvísi enn hin fyrra; tí at skip úr Kittim koma móti honum; skelkaður vendir hann heim aftur, rennir síni vreiði yvir hin heilaga sáttmála og gevur sær gjølla far um teir, ið geva hin heilaga sáttmála yvir. Herflokkar hans munnu har taka støðu og vanhalga halgidómin, hitt sterka virki, taka av dagliga ofrið og seta upp andstygd oyðingarinnar. Og teir, sum synda móti sáttmálanum, tølir hann út í ringasta gudloysi; men teir menn, ið kenna Guð sín, halda fast við hann og sýna tað í verkum. Hinir vitru fólksins skulu kenna mongum hyggindi, men langar tíðir liva teir nívdir av svørði og eldi, herleiðing og ráni. Men meðan teir soleiðis eru um at lúta, verða teir hjálptir eitt sindur; og mangir binda felag við teir á kvamsvís. Men nakrir av hinum vitru skulu falla, til tess at aðrir teirra millum kunnu verða royndir, skírdir og reinsaðir, til endalyktin kemur; tí enn drálar hin ásetta stund. Og kongurin skal bera seg at, sum honum lystir, hevja seg og bretta sær upp ímóti hvørjum gudi, ja, móti Guði gudanna mælir hann ótrúligum orðum; og hann skal vera happadrúgvur, til vreiðinnar tíð er úti og tað, sum er avrátt, er framkomið; hann man ikki skoyta gudi fedra sína ella yndisgudi kvennanna; ongum gudi skal hann skoyta, men dramblátur bretta sær upp ímóti teimum øllum. Í stað teirra heiðrar hann gud hervirkjanna, gud, sum fedrar hansara ikki tektu, heiðrar hann við gulli og silvuri, dýrum steinum og gersimum. Í hinum sterku vígvirkjum letur hann fólk setast niður, ið tilhoyrir fremmandum gudi; teimum, ið viðurkenna hann, veitir hann mikla tign, letur teir ráða yvir mongum, og útlutar teimum jørð afturfyri. Men tá ið líður at endalyktini, man suðurlandskongur ráðast á hann, og norðurlandskongur skal berjast við hann við vagnum, reiðmonnum og nógvum skipum, og hann skal brótast inn í lond hans eins og skolandi brim. Hann brýtist eisini inn í hitt dýrmæta landið; og tíggju túsund falla; men hesir skulu komast undan hond hans: Edóm og Móab og leivdin av Ammonitum. Hann rættir hond sína út eftir londunum, og Egyptaland fær ikki komið sær undan. Hann fær vald á gullgripum og silvurgripum og gersimum Egyptalands; í fari við honum eru Libiumenn og Blálendingar. Men fregnir eystaneftir og norðaneftir munnu ræða hann; tá man hann leggja avstað í miklari vreiði til tess at beina fyri mongum og víga tey deyðanum. Síðan reisir hann skreyttjald sítt ímillum havið og hitt heilaga dýrmæta fjallið; men tá nærkast hansara endalykt, og eingin hjálpir honum.
Men tá man Mikael koma, hin mikli verndareingil, ið varðir um synir fólks tíns; tá verða tíðir so trongar, at eingin veit um tílíkt, alt meðan menn hava verið á fold. Men á teirri stund skal fólk títt bjargast, allir sum skráddir finnast í bókini. Og mangir teirra, sum undir moldum sova, skulu vakna upp, summir til at liva ævinliga, og summir til skemdar og ævigar andstygdar. Og hinir vitru skulu lýsa sum ljómi himnahválvsins, og teir, ið beindu mongum á rættvísi, eins og stjørnurnar um aldur og allar ævir. Men tú, Dánjal, hav hesi orð í loyndum og innsigla bókina, hagar til tað líður at endanum. Mangir munnu rannsaka hana; og fróðskapurin verður mikil.» Og eg, Dánjal, sá, og sí, tveir aðrir stóðu hvør á sínum áarbakkanum; annar teirra segði við mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir vatninum í ánni: «Hvussu langt er enn til endans á hesum undursomu lutum?» Síðan hoyrdi eg mannin í línklæðunum, ið var uppi yvir flóðarvøtnunum; hann hevði upp báðar hendur sínar móti himni og svór um hann, ið livir ævinliga: «Eina tíð, tvær tíðir og hálva tíð; tá ið vald hans, ið sorar hina heilagu tjóð, er at enda, tá man alt hetta koma fram.» Eg hoyrdi hetta, men skilti tað ikki og spurdi tí: «Harri, hvussu verður endin á hesum?» Hann svaraði: «Far burtur, Dánjal, tí orðini skulu vera goymd og innsiglað, hagar til endalyktin kemur. Men mangir verða skírdir, reinsaðir og royndir; gudleysir fara fram í gudloysi; og eingin gudleysur skilir tað; men hinir vitru skulu skilja tað. Og eitt túsund, tvey hundrað og níti dagar munnu líða, frá tí at hitt dagliga ofrið er avtikið, og til andstygd oyðingarinnar er reist. Sælur er hann, sum tolin bíðar og nær eitt túsund, trý hundrað, tríati og fimm døgum. Men halt tú fram móti endanum; tú skalt leggja teg at sova og fara upp og fáa tín lut, tá ið dagarnir eru uppi!»
Orð Harrans, ið kom til Hósea Beerissonar á teimum døgum, tá ið Uzzia, Jótam, Ákaz og Hiskia vóru kongar í Júda, og tá ið Jeróboam Jóasson var kongur í Ísrael. Av fyrsta sinni, tá ið Harrin talaði til Hósea, segði hann við hann: «Far og tak tær skøkju til konu og fá tær skøkjubørn, tí at landið drívur hor í trúloysi móti Harranum.» Hann fór tá og tók sær til konu Gomer Diblaimsdóttur; og hon varð við barn og føddi honum son. Og Harrin segði við hann: «Nevn hann Jizreel at navni, tí at áður enn langt um líður, hevni eg blóðsekt Jizreels á ætt Jehu og skilji Ísraels hús við kongsdømið. Á tí degi bróti eg sundur á Jizreels vøllum Ísraels boga.» Aftur varð hon við barn og føddi dóttur. Tá segði Harrin við hann: «Nevn hana «Náðileysa» at navni, tí at ikki meira vil eg eyðsýna Ísraels húsi náði, so at eg fyrigevi teimum. Men Júda húsi verði eg náðigur og hjálpi teimum av ávum Harrans, Guðs teirra; men ikki hjálpi eg teimum við boga og svørði, við bardøgum, rossum og reiðmonnum.» Og tá ið hon hevði vant «Náðileysu» av brósti, varð hon uppaftur við barn og átti son. Tá segði Harrin: «Lat hann eita «Ikki-mítt-fólk», tí at tit eru ikki fólk mítt, og eg eri ikki Guð tykkara.» Men síðan skal talið á Ísraels monnum verða sum sandurin við sævarflóð, ið ikki verður máldur og ikki taldur. Og har sum áður varð sagt við teg: «Tit eru ikki fólk mítt,» har skal tað ljóða: «Tit eru synir hins livandi Guðs.» Og Júdamenn og Ísraelsmenn munnu binda felag og velja sær ein og sama høvdinga; og teir skulu fjølgast út um landið, tí at mikil verður Jizreels dagur. 2,1 Tá kunnu tit nevna bróður tykkara «Fólk mítt», og systur tykkara «Náðiríka».
Setið at, ja, setið at móður tykkara, tí at hon er ikki longur kona mín, og eg eri ikki maður hennara; koyri hon burtur av andliti og bróstum sínum merki eftir hori og hjúnalagsbroti! Annars lati eg hana úr hvørjum tráði, so at hon stendur nakin, eins og tá ið hon varð fødd; eg geri hana at oyðimørk og vatnleysum reyni og lati hana doyggja í tosta. Eg miskunni ikki børnum hennara, tí at tey eru skøkjubørn. Tí at skøkja hevur móðir teirra verið, og skammleys var hon, sum átti tey; hon hevur jú sagt: «Eg vil fylgja alskarum mínum, ið geva mær breyð mítt og vatn mítt, ull mína og lín mítt, olju mína og vín mítt.» Sí, tessvegna byrgi eg veg hennara við tornum og laði garðar fyri henni, so at hon finnur ikki rásir sínar. Hon skal renna aftan á alskarum sínum og ikki fáa teir aftur, leita eftir teimum og ikki finna teir. Men tá man hon siga: «Eg vil fara aftur til fyrra mann mín, tí at tá signaðist mær lutur mín.» Hon skilir ikki, at tað eri eg, sum havi givið henni kornið, aldinløgin og oljuna og nøgd av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt til Báalar. Tessvegna taki eg korn mítt aftur og aldinløgin mín hvørt í sínum tíma, nemi ull mína burtur og lín mítt, sum hon hylur nakni sítt við. Nú nekti eg skomm hennara beint fyri eygunum á alskarum hennara; úr míni hond kann eingin henni bjarga. Eg geri enda á øllum fagnaði hennara, á hátíðum, tendringardøgum, hvíludøgum og øllum veitsluhátíðum hennara. Eg vil oyða víntrø hennara og fikutrø, sum hon segði vera ta skøkjuløn, ið hon hevði fingið av alskarum sínum; eg geri tey at runnaskógi og lati villdjórini skræða tey í seg. Eg vil aga hana fyri hátíðir Báalanna, tá ið hon kyndi teimum offureld og skrýdd við nasaringum og hálsmeni fylgdi alskarum sínum; men meg hon gloymdi, sigur Harrin. Sí, tessvegna vil eg lokka hana og leiða hana út í oyðimørkina og tala blídliga við hana. Tá gevi eg henni víngarðar hennara aftur og geri Ógævudalin at Vónarliði. Har skal hon syngja eins og á ungdómsdøgum sínum, sum tá ið hon fór úr Egyptalandi. Á tí degi, sigur Harrin, manst tú siga við meg: maður mín, og ikki longur: Báal mín; eg skal venja hana frá at taka Báalanna nøvn upp á tunguna; nøvn teirra skulu ikki verða munað. Á tí degi geri eg fyri teir sáttmála við djór markarinnar, við fuglar himinsins og skriðkykt jarðarinnar og oyði úr landinum boga og svørð og bardagar og lati tey búgva ekkaleys. Eg man festa mær teg um ævir í rættvísi og rættlæti, í kærleika og miskunnsemi; eg man festa mær teg í trúfesti, og tú skalt kenna Harran. Á tí degi man eg bønhoyra, sigur Harrin, eg man bønhoyra himinin, og hann man bønhoyra jørðina. Jørðin man bønhoyra kornið, vínberjaløgin og oljuna; og tey munnu bønhoyra Jizreel. Og eg skal sáa mær hana í landinum og miskunna «Náðileysu» og siga við «Ikki-mítt-fólk»: «Tú ert fólk mítt;» og hann skal siga: «Guð mín.»
Og Harrin segði við meg: «Far aftur og elska konu, sum elskar annan mann og er ótrúgv, eins og Harrin elskar Ísraelsmenn, tó at teir víkja at øðrum gudum og hava tokka í vínberjakøkum.» Síðan keypti eg mær hana fyri fimtan silvursiklar og hálvan annan homer av byggi og segði við hana: «Langa tíð skalt tú sita mær einsamøll; tú skalt ikki sleppa at horast og ikki tilhoyra nøkrum manni; heldur ikki eg skal koma inn til tín.» Tí at langa tíð skulu Ísraelsmenn sita uttan kong og uttan høvdinga, uttan sláturoffur og uttan steinsúlur, uttan akul og uttan húsgudar. Síðan munnu Ísraelsmenn snúgvast við og leita til Harrans, Guðs síns, og Dávids, kongs síns, og teir munnu á síðstu døgum koma skelvandi til Harrans og til góðsku hans.
Hoyrið orð Harrans, tit Ísraelsmenn, tí at Harrin hevur mál at kæra við íbúgvar landsins; tí at eingin trúskapur er í landinum, eingin kærleiki og eingin kunnleiki um Guð. Teir svørja og ljúgva, myrða og stjala, dríva hor og bróta inn og elva eitt morðið fyri og annað eftir. Tessvegna syrgir landið, og alt, sum í tí livir, ørmaktast; bæði markarinnar djór og himinsins fuglar; ja, sjálvur havsins fiskur verður rivin burtur. Tó kæri eingin og seti eingin at, tí at fólk mítt er jú ikki øðrvísi enn prestur tess og profeturin ikki øðrvísi enn presturin. Hann skal tí snáva á degi og við honum profeturin á nátt; og fólk man farast vegna kunnleikatrot. Teir hava kunnleikanum havnað, tí skal eisini eg teimum havna, so at teir ikki verða prestar; teir gloymdu lóg Guðs síns, tí skal eg eisini børn teirra gloyma. Tess meira teir fjølgaðust, tess meira teir syndaðu móti mær og skiftu um dýrd sína við skemd. Av fólks míns syndum teir liva og tráa eftir misgerðum. Men prestinum skal fara eins og fólkinum; eg skal revsa hann fyri atferð hans og lata hann bøta fyri gerðir sínar; teir skulu eta og ikki mettast, horast uttan at fjølgast, tí at teir hava svikið Harran og hildið fram við hordómi. Vín mítt og vínberjaløgur køva vitið. Fólk mítt leitar sær ráð við træbul sín, og stavsproti tess veitir tí svar; tí at hordómsandi hevur vilt tey, ótrúgv horast tey burtur frá sínum Guði. Á fjallanna knúkum tey ofra og kynda offurbál á heyggjunum undir eikum og øspum og terebintum, tí at góður er teirra skuggi; tessvegna dríva døtur teirra hor; tí slíta sonarkonur teirra hjúnalagið. Men ikki revsi eg døturnar fyri hor ella sonarkonurnar fyri hjúnalagsslit, tí at sjálvir ganga teir við kvøldarvívum, ofra við tempulskøkjum. Soleiðis ferst óhyggið fólk. Men um tú, Ísrael, horast, eigur tó Júda ikki at gera seg sekan við. Gangið ikki yvir til Gilgal, farið ikki niðan til Bet-Áven og svørjið ikki: «So satt sum Harrin livir!» Tí at Ísrael er mótræsin eins og mótræsið neyt; skal tá Harrin goyma at teimum eins og lombum á víðum lendi? Skurðgudafelag, drykkjumannalag er Efraim vorðin; tey dríva hor og elska skemd fram um hann, ið er tign teirra. Stormur skal vevja teir í veingir sínar, so at teir fáa skomm av altarum sínum.
Hoyrið hetta, tit prestar, gevið gætur, tit Ísraelsmenn, og tit í kongsins húsi, lýðið á, tí at tykkum er dómurin ætlaður; tí at snerra eru tit vorðnir fyri Mizpu, úttant net á Tábor. Í Sjittim dýptu teir veiðigrøv sína, men eg verði teimum øllum at reipi. Eg tekki Efraim, Ísrael er mær ikki duldur; hor hevur tú Efraim drivið, óreinur er Ísrael vorðin. Verk teirra loyva teimum ikki at snúgva sær aftur til Guðs, tí at hordómsandi býr teimum í brósti, og Harran tekkja teir ikki. Móti Ísrael skal hugmóð hansara vitna og Efraim farast fyri misgerðir sínar; snáva skal eisini Júda við teimum. Við seyði og neytum koma teir til tess at leita til Harrans; men teir skulu hann ikki finna, tí at hann hevur sagt seg leysan við teir. Harranum ótrúgv tey vóru, tí at leysingabørn hava tey alt, men nú skal eldur tey oyða og týna teirra jarðir. Latið lúðurin gella í Gibeu og hornið dynja í Rámu, hevjið herróp í Bet-Áven og skelkið Benjamin á føtur! At oyðimørk skal Efraim verða á revsanar degi; Ísraels ættum eg kunngeri nakað, sum ikki skal svitast. Júda høvdingar eru vorðnir eins og teir, ið flyta markaskil, tí helli eg vreiði mína yvir teir eins og vatn. Efraim er kúgaður og rætturin brotin, tí at hann læt sær líka at fylgja fánýtum gudi. Tí varð eg Efraimi sum mølur og Júda húsi sum etandi ormur. Og tá ið Efraim sá sótt sína og Júda kýli sítt, leitaði Efraim til Assurs og sendi boð eftir konginum mikla. Men hann megnar ikki at bøta tykkara heilsu, ikki at grøða tykkara kýli. Tí at eg eri Efraimi eins og ljónið, Júda húsi eins og ungljónið, eg skræði sundur og haldi til gongu, taki bráðina við mær, og eingin bjargar.
«Komið, vit skulu snúgva aftur til Harrans; tí at hann hevur sundurkvett og man grøða okkum aftur, hann hevur sært og bindur um sár okkara; eftir tveimum døgum lívgar hann okkum, á triðja degi hann reisir okkum upp, til tess at vit skulu liva fyri ásjón hans. Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí at so satt sum vit leita, skulu vit hann finna; sum regnið skal hann okkum vitja, sum várregn, ið jørðina vætir, og tá skal rættur okkara sum ljósið renna upp.» Hvat skal eg gera við teg, Efraim; hvat skal eg gera við teg, Júda? Kærleiki tykkara er jú sum morgunskýggið, sum døggin, ið snimma hvørvur! Tí høgdi eg til teirra við profetum mínum og drap teir við orðum av mínum munni. Til kærleika er mín hugur, ikki til sláturofra, til kunnleika um Guð meira enn til brenniofra. Men teir hava í Ádam slitið sáttmálan; har hava teir verið mær ótrúgvir. Gilead er borg illgerðarmanna, full av blóði. Ránsmannaflokkur er prestanna flokkur, teir ræna á vegnum til Sikem, og níðingsverk teir inna. Í Betel sá eg ræðuligar lutir; har hevur Efraim drivið hor, Ísrael gjørt seg óreinan. Júda, eisini tær er upptøka ætlað, tá ið eg vendi fólks míns lagnu og grøði Ísrael.
Komnar í ljósmála eru misgerðir Efraims og illverk Sámáriu; tí at svikum tey havast at; tjóvar bróta inn, og á gøtunum ræna ránsmannalið. Men tey minnast ikki til, at øll teirra vándska er mær í huga; nú eru kring tey gerðir teirra, tær eru komnar fyri ásjón mína. Við vándsku síni tey kongin gleða, høvdingarnar við lygnum sínum. Hjúnalagsslítarar eru tey øll; eru ovni lík, ið bakarin lættir av at hita, frá tí at deiggið er knoðað, til tað er gingið. Á hátíðardegi kongs verða høvdingarnir sjúkir, teir drekka seg heitar av víni; við spottarar gongur hann í hóslag. Innan teir eru eins og ovnur; hjartað brennur í teimum; alla náttina vreiði teirra svevur, men á morgni hon kyknar og logar upp sum eldur. Allir eru teir gløðandi eins og ovnur; teir beina fyri yvirmonnum sínum; falnir eru kongar teirra allir, eingin teirra kallaði á meg. Efraim blandaði seg við tjóðirnar; ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend. Fremmandir hava nú megi hans oytt, og hann vardi tað ikki, eisini hár hans er farið at grána, men hann veit ikki av tí. Móti Ísrael vitnar hans hugmóð; tí til Harrans, Guðs síns, ikki teir snúðust, og ikki teir leitaðu til hansara, hóast alt hetta. Men Efraim er vorðin eins og góðvarin, óskynsom dúgva; tey heittu á Egyptaland og fóru til Assurs. Men um tey stevna hagar, kasti eg net mítt yvir tey, fangi tey eins og fuglin úr lofti og revsi tey, eins og kunngjørt er savnaði teirra. Vei teimum, at tey viku frá mær! Oyðing yvir tey, at tey hava slitið trúnað við meg! Skuldi eg tá loyst tey út, tey sum tala lygnir móti mær! Tey rópa ikki til mín av hjarta, tá ið tey vena seg á legum sínum og skeina seg vegna korn og vínberjaløg í ólýdni móti mær. Eg gav ørmum teirra styrki, men móti mær hava tey kortini ilt í ráði. Tey snúgva sær, men ikki móti tí, sum er í erva; sum svikafullur bogi tey eru; fyri svørði skulu høvdingar teirra falla vegna frekleika tungu sínar; hetta skal elva teimum háð í Egyptalandi.