text
stringlengths 1
888k
|
---|
Men eftir hetta valdi Harrin sær út eisini sjúti aðrar og sendi teir út undan sær, tveir og tveir, í hvørja bygd og í hvønn stað, sum hann sjálvur ætlaði at koma í. Og hann segði við teir: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin. Farið! Sí, eg sendi tykkum út eins og lomb mitt ímillum úlva. Havið ikki pung við tykkum, ikki klæðsekk, ikki skógvar, og heilsið ongum á leiðini. Men hvar sum tit koma inn í hús, har skulu tit fyrst siga: «Friður veri við hesum húsum!» Og er har nakað friðarbarn inni, tá skal friður tykkara hvíla yvir tí; men er tað ikki so, tá skal hann venda aftur til tykkara. Verðið í sama húsi og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum; tí at arbeiðismaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta hús úr húsi. Og hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey taka ímóti tykkum, tá etið tað, sum sett verður fyri tykkum; og grøðið tey sjúku, sum eru har, og sigið við tey: «Guðs ríki er komið í nánd hjá tykkum!» Men hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey ikki taka ímóti tykkum, tá farið út á gøturnar og sigið: «Eisini dustið, sum hongur við føturnar á okkum úr bygd tykkara, turka vit burturav til tykkara; men hetta skulu tit tó vita, at Guðs ríki er komið í nánd.» Eg sigi tykkum: Tað skal gangast Sódomu frægari á hinum degi enn teirri bygdini. Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar verið gjørdar í Týrus og Sidon, sum eru gjørdar í tykkum, tá høvdu tær langt síðan vent um og sitið í sekki og øsku. Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum. Og tú, Kapernaum! Eigur tú at verða lyft upp til himmals? Til heljar skalt tú verða stoytt oman. Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; men tann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann, sum sendi meg.» Men teir sjúti komu glaðir aftur og søgdu: «Harri, eisini hinir illu andarnir vóru okkum undirbrotligir í navni tínum.» Men hann segði við teir: «Eg sá Sátan falla niður av himni eins og eitt snarljós. Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini. Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.» Í teirri somu stund gjørdist hann glaður í heilagum anda og segði: «Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best. Alt er mær givið í hendur av faðir mínum, og eingin veit, hvør sonurin er, uttan faðirin, ella hvør faðirin er, uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann fyri.» Og hann vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: «Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.» Og sí, ein lógkønur steig upp og freistaði hann og segði: «Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?» Men hann segði við hann: «Hvat stendur skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?» Men hann svaraði og segði: «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.» Og hann segði við hann: «Beint svaraði tú; ger tú hetta og tú manst liva.» Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði við Jesus: «Og hvør er tá næsti mín?» Jesus tók aftur til orða og segði: «Ein maður ferðaðist frá Jerúsalem oman til Jeriko, og hann fell í ránsmannahendur. Teir bæði nøktaðu hann og slógu hann, og fóru so avstað og lótu hann liggja eftir hálvdeyðan. Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. Somuleiðis eisini ein Levitur; hann kom til sama staðin og sá hann, men gekk fram um hann. Men ein Sámáriubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann. Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: «Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.» Hvør av hesum trimum tykist tær er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?» Men hann segði: «Tann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum.» Og Jesus segði við hann: «Far tú og ger so við!» Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær. Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: «Harri, leggur tú ikki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um matgerðina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!» Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.» |
Og tað bar so á, meðan hann var á einum staði og helt bøn, at ein av lærusveinum hansara segði við hann, tá ið hann var hildin uppat: «Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.» Men hann segði við teir: «Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, gev okkum hvønn dag okkara dagliga breyð, og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.» Og hann segði við teir: «Um onkur av tykkum eigur ein vin og fer til hansara á miðjari nátt og sigur við hann: «Vinur mín, læna mær trý breyð; tí at ein vinmaður mín er komin til mín av ferð, og eg havi einki at seta fyri hann;» og hin fyri innan svarar og sigur: «Ger mær ongar ónáðir, dyrnar eru longu latnar aftur, og børn míni eru í song við mær; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tey;» tað sigi eg tykkum, at um hann so ikki vil fara upp aftur og fáa honum tey, fyri tað at hann er vinur hansara, tá man hann kortini fara upp, av teirri grund at hann er so framførur, og lata hann fáa alt tað, sum honum tørvar. Og eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið uppá, og upp skal verða latið fyri tykkum; tí at hvør tann, sum biður, hann fær, og tann, sum leitar, hann finnur, og tí, sum bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Og hvør er tann faðir tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? ella tá ið hann biður um fisk, tá vil geva honum ein orm í staðin fyri ein fisk? ella vil geva honum ein dreka, tá ið hann biður um eitt egg? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðirin av himni geva teimum heilagan anda, sum biðja hann?» Og hann rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi. Og mannamúgvurnar undraðust. Men summi av teimum søgdu: «Við Beelsebul, høvdinga hinna illu andanna rekur hann hinar illu andarnar út.» Men summi freistaðu hann og kravdu av honum eitt tekin av himli. Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: «Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús. Men um nú eisini Sátan er í ósemju við sjálvan seg, hvussu kann tá ríki hansara standa við? Tí at tit siga meg reka út hinar illu andarnar við Beelsebul. Men um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara. Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum. Tá ið hin sterki alvápnaður heldur vakt um garð sín, tá eru allir ognarlutir hansara í friði; men tá ið ein, sum sterkari er enn hann, kemur á hann og vinnur hann, tá tekur hann øll herklæðini og vápnini, sum hann leit á, frá honum og býtir sundur fongin frá honum. Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur. Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: «Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt. Tá fer hann og tekur við sær sjey aðrar andar, verri enn hann sjálvur, og teir fara inn og festa búgv har, og hitt seinna hjá teirri menniskjuni verður verri enn hitt fyrra.» Men tað hendi, í tí hann segði hetta, tá hevði ein kvinna úr mannfjøldini upp rødd sína og segði við hann: «Sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!» Men hann segði: «Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.» Men tá ið mannfjøldin tyrptist saman um hann, tók hann til orða og segði: «Henda slektin er ein ónd slekt; hon krevur tekin, men ikki skal annað tekin verða henni givið enn tekin Jónasar. Tí at líkasum Jónas var Nineve-monnum eitt tekin, soleiðis skal eisini menniskjusonurin vera tað fyri hesi slekt. Suðurlanda-drotningin skal standa upp í dóminum saman við monnunum av hesi slekt og dómfella teir, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! Nineve-menn skulu stíga fram í dóminum saman við hesi slekt og dómfella hana, tí at teir vendu um við prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas! Eingin, sum tendrað hevur eitt ljós, setir tað inn í skotið ella undir skeppumálið, men í ljósastakan, so at tey, sum koma inn, kunnu síggja skinið av tí. Eyga títt er ljós likamsins; tá ið eyga títt er frískt, tá er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, tá er eisini likam títt myrkt. Síggj tí til, at ljósið, sum tær er í, ikki er myrkur! Um tí alt likam títt er ljóst og eingin partur av tí er myrkur, tá skal tað verða ljóst alt sum tað er, líkasum tá ið ljósið við síni glæmu lýsir á teg.» Men tá ið hann hevði talað, beyð ein Fariseari honum at eta døgverð hjá sær; og hann fór inn og settist til borðs. Men Farisearin undraðist, tá ið hann sá, at hann ikki hevði tváað sær fyrst undan máltíðini. Men Harrin segði við hann: «Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan; men innan eru tit fullir av ráni og illskapi. Tykkara býttlingar! Tann, sum gjørdi tað, ið er uttaná, gjørdi hann ikki tað við, ið er innaní? Men gevið tað í olmussu, ið er innaní, og sí, tá er alt samalt reint hjá tykkum! Men vei tykkum, tit Farisearar, tí at tit lata tíggjund av myntu og rútu og alskyns urtum, men tit leggja eftir rættferðina og kærleikan til Guðs. Hetta átti at verið gjørt og hitt ikki verið ógjørt. Vei tykkum, tit Farisearar, tí at tykkum líkar teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og heilsanir á torgunum! Vei tykkum, tí at tit eru eins og ókenniligar gravir; fólk ganga oman á teimum, og vita ikki av tí.» Men ein av hinum lógkønu tók til orða og sigur við hann: «Meistari, tá ið tú sigur hetta, tá háðar tú okkum við.» Men hann segði: «Vei tykkum við, tit lógkønu, tí at tit byrða fólk við byrðum, ringar at bera; men sjálvir vilja tit ikki nerta byrðarnar við einum fingri tykkara. Vei tykkum, tí at tit byggja upp leiði profetanna, meðan fedrar tykkara drópu teir. So geva tit tá verkum fedra tykkara vitnisburð og samtykkja í teimum, við tað at teir drópu teir, men tit byggja leiðini upp. Tess vegna hevur eisini vísdómur Guðs sagt: «Eg vil senda til teirra profetar og ápostlar, og summar av teimum skulu teir taka av døgum og summar skulu teir forfylgja, til tess at alt tað profetablóð, sum helt hevur verið út, frá tí at heimurin var grundaður, skal verða kravt av hesi slekt, frá blóði Ábels líka til blóð Sakariasar, sum varð dripin millum altars og tempuls; ja, tað sigi eg tykkum, tað skal verða kravt av hesi slekt. Vei tykkum, tit lógkønu, tí at tit hava tikið burtur lykil kunnugleikans. Sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, sum ætlaðu sær inn, hava tit forðað.» Og tá ið hann var farin út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart at honum og at fregna hann um ymist, alt meðan teir lúrdu eftir honum fyri at lofta einumhvørjum av munni hansara. |
Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra. Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt. Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem? Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.» Og hann segði hetta líknilsi: «Ein maður átti eitt fikutræ, sum var sett niður í víngarði hansara; og hann kom og leitaði eftir frukt á tí og fann onga. Hann segði tá við víngarðsmannin: «Sí, nú havi eg í trý ár komið og leitað eftir frukt á hesum fikutræi og havi onga funnið; høgg tað upp; hví skal tað arma jørðina út aftrat?» Men hann svaraði og segði við hann: «Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað; hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.» Og hann lærdi í einum av samkomuhúsunum ein hvíludag. Og sí, har var kona, sum hevði havt ein veikleiks anda í átjan ár; og hon var kropnað saman og orkaði ikki á nakran hátt at rætta seg upp. Men tá ið Jesus bar eyga við hana, rópaði hann hana til sín, og segði við hana: «Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!» Og hann legði hendurnar á hana, og í stundini rættist hon upp og lovaði Guði. Men forstøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, sum var illur um, at Jesus hevði grøtt um hvíludagin, tók til orða og segði við mannamúgvuna: «Tað eru seks dagar, sum tað eigur at verða arbeitt í; teir dagarnar kunnu tit koma og verða grødd, og ikki hvíludagin.» Men Harrin svaraði honum og segði: «Tykkara falsarar! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt av básinum um hvíludagin og leiðir tey at drekka? Men henda konan, sum er dóttir Ábrahams og sum Sátan hevur hildið bundna í fjøtrum, og tað í átjan ár, átti hon ikki at verða loyst úr hesum bandi ein hvíludag?» Og tá ið hann segði hetta, vórðu allir mótstøðumenn hansara fyri skommum, og øll mannfjøldin gleddist yvir alt tað dýrdarríka, sum hann gjørdi. Hann segði tá: «Hvørjum er Guðs ríki líkt, og hvat skal eg líkna tað við? Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.» Og aftur segði hann: «Hvat skal eg líkna Guðs ríki við? Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.» Og hann fór úr staði í stað og úr bygd í bygd og lærdi, alt meðan hann helt fram ferð síni til Jerúsalem. Men onkur segði við hann: «Harri, eru tað fá, ið verða frelst?» Men hann segði við tey: «Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki. Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: «Harri, lat okkum upp!» tá man hann svara og siga við tykkum: «Eg veit ikki, hvaðan tit eru.» Tá munnu tit fara at siga: «Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.» Og hann skal tá siga: «Eg sigi tykkum, eg veit ikki, hvaðan tit eru. Víkið frá mær øll tit, sum gera órætt!» Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri. Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki. Og sí, til eru síðstir, sum skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir, sum skulu verða síðstir.» Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: «Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.» Og hann segði við teir: «Farið tit og sigið við henda revin: Sí, eg reki út illar andar og gevi heilsubót í dag og í morgin, og triðja dagin eri eg komin á enda; men eg eigi at halda ferð míni fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí at tað sømir seg ikki, at ein profetur letur lívið aðrar staðir enn í Jerúsalem. Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki. Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!» |
Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum. Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað. Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?» Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta. Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir: «Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum; og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur. Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær. Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.» Og hann segði eisini við tann, sum hevði boðið honum: «Tá ið tú heldur døgverðamáltíð ella náttverðamáltíð, tá bjóða hvørki vinum tínum ella brøðrum tínum ella frændum tínum, ikki heldur ríkum gronnum, fyri at teir ikki skulu bjóða tær aftur, og tú tá fært viðurlag; men tá ið tú gert gestaboð, tá bjóða fátækum, kryplum, høltum og blindum; og tá skalt tú verða sælur, tí at teir hava einki at geva tær afturfyri; men tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp.» Men tá ið ein av teimum, sum sótu til borðs, hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Sælur er tann, sum etur breyð í Guðs ríki.» Men hann segði við hann: «Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: «Komið, tí at nú er alt tilgjørt!» Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: «Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!» Og annar segði: «Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!» Og uppaftur ein annar segði: «Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.» Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: «Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.» Og húskallurin segði: «Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.» Tá segði húsbóndin við húskallin: «Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.» Men stórir skarar fylgdu í ferðini við honum, og hann vendi sær við og segði við tey: «Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín. Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín. Tí at hvør tykkara, sum ætlar at byggja eitt torn, setist ikki fyrst niður og roknar kostnaðin, um hann hevur nóg mikið at gera tað liðugt fyri; til tess at tað ikki skal verða, tá ið hann hevur lagt grundina og ikki er mentur at fullføra verkið, at øll, sum síggja tað, skulu fara at spotta hann og siga: «Hesin maðurin setti á at byggja og var ikki mentur at fullenda.» Ella hvør kongur fer út í bardagar at stríðast móti øðrum kongi og situr ikki fyrst og leggur ráð, um hann er førur fyri við tíggju túsund at møta tí, sum kemur móti honum við tjúgu túsund? Og er hann tað ikki, tá sendir hann, meðan hin enn er langt burtur, sendiboð avstað at spyrja um friðartreytirnar. Somuleiðis kann heldur eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, vera lærusveinur mín. Saltið er víst gott; men verður saltið sjálvt dovið, av hvørjum skal tað tá fáa kraft aftur? Tað dugir hvørki til mold ella tøð; tey blaka tað út. Ein og hvør, sum oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!» |
Men hann segði eisini við lærusveinarnar: «Eina ferð var tað ein ríkur maður, sum hevði ein húshaldara; og hann varð klagaður fyri honum, at hann forkom ognum hansara. Og hann rópaði hann og segði við hann: «Hvat er hetta, sum eg hoyri um teg? Legg fram roknskapin fyri húshald títt, tí at tú kanst ikki standa fyri húshaldinum longur!» Men húshaldarin segði við sær sjálvum: «Hvat skal eg gera, við tað at húsbóndi mín tekur húshaldið av mær? At velta eri eg ikki mentur, at bidda komi eg mær ikki. Nú veit eg, hvat eg skal gera, fyri at tey skulu taka meg í hús síni, tá ið eg verði avsettur frá húshaldinum.» Og hann kallaði til sín hvønn tann einasta av teimum, sum vóru í skuld hjá húsbónda hansara, og segði við hin fyrsta: «Hvussu mikið skyldar tú húsbónda mínum?» Men hann segði: «Hundrað føt av olju.» Og hann segði við hann: «Tak bræv títt og set teg niður og skriva sum skjótast fimmti.» Síðan segði hann við ein annan: «Og hvussu nógv skyldar tú?» Og hann segði: «Hundrað tunnur av hveiti.» Hann sigur við hann: «Tak bræv títt og skriva áttati.» Og húsbóndin rósaði tí órættvísa húshaldaranum fyri tað, at hann hevði borið seg klókliga at. Tí at børnini at hesum heimi eru klókari viðvíkjandi teirra egnu ætt enn børnini at ljósinum. Og eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum. Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum; og tann, sum er órættuligur í tí minsta, er eisini órættuligur í stórum. Um tit tí ikki hava verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør vil tá líta tykkum hin sanna til? Og um tit ikki hava verið trúgvir í tí, sum aðrir eiga, hvør vil tá geva tykkum nakað at eiga sjálvir? Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.» Men alt hetta hoyrdu Fariseararnir, sum vóru peningakærir menn, og teir hildu hann fyri spott. Og hann segði við teir: «Tit eru teir, sum gera tykkum sjálvar rættvísar í manna eygum; men Guð kennir hjørtu tykkara; tí at tað, sum er høgt millum manna, er ein andstygd í Guðs eygum. Lógin og profetarnir guldu, til Jóhannes kom; síðan hevur gleðiboðskapurin um Guðs ríki verið boðaður, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi. Men tað er lættari, at himmalin og jørðin ganga undir, enn at eitt flindur av lógini fellur av. Hvør tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, drívur hor; og hvør tann, sum giftist við konu, ið skild er frá manninum, drívur hor. Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skarlak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lázarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum; og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara. So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. Og hann rópaði og segði: «Faðir Ábraham! Miskunna mær, og send Lázarus, at hann kann drepa ytsta liðin av fingri sínum í vatn og svala tungu mína; tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga!» Men Ábraham segði: «Minst tú til, sonur, at tú hevur notið títt góða, meðan tú livdi, og Lázarus á sama hátt hitt ónda; men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkara og tykkara staðfest eitt óført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og at tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara.» Men hann segði: «So biði eg teg, faðir, at tú vilt senda hann í faðirs míns hús, tí at eg eigi fimm brøður, til tess at hann kann bera vitni fyri teimum, so at teir ikki við skulu koma í henda pínustað.» Men Ábraham sigur: «Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!» Men hann segði: «Nei, faðir Ábraham, men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, tá mundu teir vent um.» Men hann segði við hann: «Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum.»» |
Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá. Tað hevði verið betri fyri hann, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var kastaður í havið, enn at hann skuldi vera ein meinbogi fyri einum av hesum smáu. Hyggið um tykkum sjálvar. Um bróðir tín syndar, tá hav at honum; og um hann iðrast, tá fyrigev honum. Og um hann sjey ferðir um dagin syndar ímóti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: «Eg iðrist,» tá skalt tú fyrigeva honum.» Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.» Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið. Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»? Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?» Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á? Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»» Og tað hendi, meðan hann var á ferðini til Jerúsalem, at leið hansara lá mitt ímillum Sámáriu og Galileu. Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur, og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!» Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir. Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Guði við harðari rødd, og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi. Men Jesus svaraði og segði: «Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju? Var annars eingin, sum vendi aftur at geva Guði heiðurin uttan hesin fremmandi?» Og hann segði við hann: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!» Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: «Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; ei heldur skulu tey kunna siga: «Sí, her er tað!» ella: «Har er tað!» Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum.» Men hann segði við lærusveinarnar: «Teir dagar munnu koma, tá ið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskjusonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann. Og tey munnu fara at siga við tykkum: Sí, har er hann! Sí, her er hann! Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir! Tí at eins og snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum, lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal menniskjusonurin verða á degi sínum. Men fyrst eigur hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt. Og sum tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum menniskjusonarins: Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll. Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu; men á tí degi, tá ið Lot fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og týndi øll. Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menniskjusonurin verður opinberaður. Tann, sum á tí degi er staddur uppi á tekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum, hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur. Minnist til konu Lots. Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana. Eg sigi tykkum: Í teirri nátt skulu tveir menn vera í eini song; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir. Tvær konur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur latin eftir. (Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.») Og teir svara og siga við hann: «Hvar, Harri?» Men hann segði við teir: «Har sum ræið er, har munnu eisini ørnirnar flykkjast.» |
Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði: «Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: «Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!» Leingi vildi hann ikki, men at endanum segði hann við seg sjálvan: «Tó at eg ikki óttist Guð og ikki firnist fyri nøkrum menniskja, so vil eg kortini lata hesa einkjuna fáa rætt sín, av tí at hon ger mær ónáðir, fyri at hon ikki javnt og samt skal koma og plága meg.» Men Harrin segði: «Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur. Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum? Eg sigi tykkum: hann skal lata tey fáa rætt sín í bræði. Men tá ið menniskjusonurin kemur, man hann tá finna trúnna á jørðini?» Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki: «Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: «Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.» Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: «Guð náði meg syndara!» Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.» Men tey bóru eisini smábørnini til hansara, at hann skuldi nema við tey; men tá ið lærusveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum. Men Jesus kallaði tey til sín og segði: «Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.» Og ein av høvuðsmonnunum spurdi hann og segði: «Góði meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?» Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Guð. Boðini kennir tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína.» Men hann segði: «Alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.» Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Eitt vantar tær enn. Sel alla ogn tína og skift hana sundur millum teirra fátæku, tá skalt tú hava dýran grip í himlinum, og kom so og fylg mær.» Men tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann heilt tungur í huga, tí at hann var ógvuliga ríkur. Men tá ið Jesus sá tað á honum, segði hann: «Hvussu torført er hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki! Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.» Men teir, sum hoyrdu hetta, søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?» Men hann segði: «Tað, sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Guði.» Men Pætur segði: «Sí, vit hava yvirgivið okkara egna og fylgt tær.» Men hann segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, at tann er eingin, sum hevur yvirgivið hús ella konu ella brøður ella foreldur ella børn fyri Guðs ríkis sakir, uttan at hann skal fáa tað mangar ferðir aftur í hesi tíð og í hinum komandi heimi ævigt lív.» Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.» Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var. Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði. Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið. Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!» Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!» Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!» Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu. |
Og hann fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum. Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur. Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus; men hann kundi ikki sleppa framat fyri mannamúgvuni, tí at hann var lítil av vøkstri. Og hann rann undan og kleiv upp í eitt morberjatræ, fyri at fáa hann at síggja, tí at leiðin hjá honum lá har framvið. Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: «Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.» Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður. Og tá ið tey sóu hetta, vórðu tey øll illa við og søgdu: «Hann er farin inn hjá einum syndigum manni at gista.» Men Sakeus steig fram og segði við Harran: «Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.» Men Jesus segði við hann: «Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.» Men meðan teir lýddu á hetta, helt hann fram og segði eitt líknilsi, við tað at hann var nær við Jerúsalem og tey hildu, at Guðs ríki skuldi koma til sjóndar nú við tað sama. Hann segði: «Ein háborin maður fór burtur at ferðast í eitt fjarlagið land fyri at vinna sær kongadømi og síðan koma aftur. Og hann kallaði til sín tíggju av tænarum sínum og gav teimum tíggju pund og segði við teir: «Handlið við hesum, inntil eg komi aftur.» Men landsmenn hansara hataðu hann og sendu sendiboð avstað aftan á honum og søgdu: «Vit vilja ikki, at hesin maðurin skal vera kongur yvir okkum.» Og tað hendi, tá ið hann var komin aftur og hevði tikið við kongadøminum, at hann segði, at hesir tænararnir, sum hann hevði givið peningarnar, skuldu kallast inn til hansara, fyri at hann kundi fáa at vita, hvat ið hvør hevði vunnið. Tá gekk hin fyrsti fram og segði: «Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær.» Og hann segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði tænari; av tí at tú vart trúgvur í tí minsta, skalt tú hava veldi yvir tíggju støðum.» Og hin annar kom og segði: «Pund títt, Harri, hevur givið fimm pund av sær.» Og hann segði somuleiðis við hann: «Og tú skalt ráða yvir fimm støðum.» Og uppaftur ein annar kom og segði: «Harri, sí, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turrklæði; tí at eg ræddist teg, av tí at tú ert ein strangur maður; tú heimtar tað, sum tú ikki legði út, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.» Hann sigur við hann: «Eftir tínum egnu orðum dømi eg teg, tú illi tænari; tú visti, at eg eri ein strangur maður, sum heimti tað, sum eg ikki legði út, og heysti tað, sum eg ikki sáaði! Og hví lætst tú tá ikki pengar mínar til veksliborðið, so hevði eg kunnað fingið teir aftur við rentu, tá ið eg kom heim?» Og hann segði við teir, sum vóru hjástaddir: «Takið pundið frá honum og gevið honum tað, sum hevur tíggju pund.» Og teir søgdu við hann: «Harri, hann hevur tíggju pund.» «Eg sigi tykkum, at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið; men frá tí, sum ikki hevur, skal eisini tað, sum hann hevur, verða tikið. Men hesar fíggindar mínar, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur teirra, førið teir higar og høggið teir niður fyri eygunum á mær!» Og tá ið hann hevði sagt hetta, gekk hann undan og fór niðan til Jerúsalem. Og tað hendi, tá ið hann nærkaðist Betfage og Betániu við fjallið tað, sum kallast Oljufjallið, at hann sendi tveir av lærusveinunum undan og segði: «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og tá ið tit koma hagar, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum einki menniskja enn nakra tíð hevur sitið á; loysið tað og leiðið tað higar. Og um onkur spyr tykkum: «Hví loysa tit tað?» tá skulu tit siga soleiðis: «Harranum tørvar tað!» » Og teir, sum sendir vóru, fóru avstað og funnu tað soleiðis, sum hann hevði sagt teimum. Men tá ið teir loystu fylið, søgdu teir, sum áttu tað, við teir: «Hví loysa tit fylið?» Og teir søgdu: «Harranum tørvar tað.» Og teir leiddu tað til Jesus, og teir løgdu klæði síni á tað og settu Jesus upp á tað. Og meðan hann helt ferðini fram, breiddu teir klæði síni undir á vegin. Men tá ið hann nú nærkaðist og kom hagar, sum farið verður oman av Oljufjallinum, tá tók allur flokkurin av lærusveinunum undir við gleði at lova Guði við harðari reyst fyri allar tær kraftargerðir, sum teir høvdu sæð, og mæltu: «Vælsignaður veri kongurin, ið kemur í Harrans navni! Friður á himni og heiður í hægstu himnum!» Og nakrir av Farisearunum í mannaskaranum søgdu við hann: «Meistari, set tú at lærusveinum tínum!» Men hann svaraði og segði: «Eg sigi tykkum, at um hesir tagdu, mundu steinarnir rópað.» » Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði: «Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. Tí at dagar skulu koma á teg, tá ið fíggindar tínir skulu laða upp eitt virki rundan um teg og kringseta teg og søkja at tær úr øllum ættum; og teir skulu slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.» Og hann gekk inn í halgidómin og tók at koyra út teir, sum har seldu, og segði við teir: «Skrivað stendur: «Og hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» » Og hann lærdi dagliga í halgidóminum. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir mætastu menninir av fólkinum royndu at fáa hann tiknan av døgum. Men teir kundu ikki finna út, hvat teir skuldu gera, tí at alt fólkið hekk uppi í honum og lýddi á hann. |
Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi fólkið í halgidóminum og bar fram gleðiboðskapin, at høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu saman við hinum elstu fóru til hansara; og teir talaðu til hansara og søgdu: «Sig okkum, av hvørjum valdi gert tú hetta, ella hvør er tað, sum hevur givið tær hetta valdið?» Men hann svaraði og segði við teir: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; sigið tit mær: Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum?» Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni;» tá man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» Men um vit siga: «Frá monnum;» tá man alt fólkið steina okkum; tí at tey eru vís í, at Jóhannes er ein profetur.» Og teir svaraðu, at teir vistu ikki, hvaðan hann var. Og Jesus segði við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, av hvørjum valdi eg geri hetta.» Men hann tók til at tala við fólkið hetta líknilsi: «Ein maður plantaði ein víngarð og læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór so út av landinum og var burtur eitt langt skifti. Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu lata hann fáa nakað av fruktum víngarðsins; men víngarðsmenninir bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Og aftur sendi hann ein annan húskall; men teir bardu eisini hann og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum. Og uppaftur sendi hann hin triðja; men eisini hann meinslaðu teir og kastaðu hann út. Men víngarðsins harri segði: «Hvat skal eg gera? Eg vil senda elskaða son mín; teir munnu fara at hava fyrilit fyri honum.» Men tá ið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir ráð upp saman og søgdu: «Hatta er arvingin; lat okkum drepa hann, fyri at vit kunnu fáa arvin!» Og teir kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. Hvat man nú víngarðsins harri gera við teir? Hann skal koma og týna hesum víngarðsmonnum av lívi og geva øðrum víngarðin.» Men tá ið teir hetta hoyrdu, søgdu teir: «Tað verði aldri!» Men hann hugdi upp á teir og segði: «Hvat er tá hetta, sum skrivað er: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur». Hvør tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann smildra.» Og hinir skriftlærdu og høvuðsprestarnir ætlaðu at leggja hendur á hann tá í stundini; men teir óttaðust fyri fólkinum; tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir. Og teir góvu gætur eftir honum og sendu út njósnarar, sum skuldu látast at vera rættvísir, fyri at teir kundu seta hann fastan í orðum, so at teir kundu geva hann upp til yvirvøldina og í hendurnar á landshøvdinganum. Og teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, vit vita, at tú talar og lærir beint og gert ongan mannamun, men at tú lærir Guðs veg í sannleika. Er tað okkum loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki?» Men við tað at hann kendi fals teirra, segði hann við teir: «Sýnið mær ein denar! Hvørs mynd og yvirskrift hevur hann?» Men teir søgdu: «Keisarans.» Men hann segði við teir: «Gevið tá keisaranum tað, sum keisarans er, og Guði tað, sum Guðs er!» Og teir kundu ikki seta hann fastan í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar hansara og tagdu. Men nakrir av Saddukearunum, teimum, sum siga, at eingin uppreisn er til, komu til hansara og spurdu hann og søgdu: «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um ein giftur bróðir hjá onkrum doyr og hann er barnleysur, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom. Nú vóru tað sjey brøður; hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur. Somuleiðis hin annar. Og hin triði tók hana, og líkaleiðis eisini teir sjey; teir lótu ikki børn eftir seg og doyðu. Seinast doyði eisini konan. Kona hvørs teirra verður hon nú í uppreisnini? Tí at teir allir sjey hava havt hana til konu.» Og Jesus segði við teir: «Børnini av hesi verøldini giftast og verða burturgift; men tey, sum verða hildin verðig at fáa lut í hini verøldini og uppreisnini frá deyðum, tey hvørki giftast ella verða burturgift; tey kunnu heldur ikki doyggja meir, tí at tey eru einglum lík og eru Guðs børn, við tað at tey eru uppreisnarinnar børn. Men at hini deyðu rísa upp, tað hevur eisini Móses sýnt í søguni um tornarunnin, har sum hann kallar Harran Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups. Men hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi; tí at fyri honum liva øll.» Men nakrir av hinum skriftlærdu svaraðu og søgdu: «Meistari, tú talaði væl!» Og teir tordu ikki meira at seta nakran spurning fyri hann. Men hann segði við teir: «Hvussu kunnu tey siga, at Kristus er sonur Dávids? Tí at sjálvur Dávid sigur í sálmabókini: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.» Dávid kallar hann tá harra, og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» Men meðan alt fólkið hoyrdi, segði hann við lærusveinarnar: «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og sum tað líkar væl at verða heilsaðir á torgunum og at hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og tey ovastu sætini í veitslunum; teir sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.» |
Men hátíð hinna ósúrgaðu breyða, sum tey kalla páskir, nærkaðist. Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu løgdu ráð saman um, hvussu teir skuldu fáa tikið hann av døgum; tí at teir ræddust fólkið. Men Sátan fór í Judas, sum kallaður var Iskarjot og var ein í tali teirra tólv; og hann fór og fann høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar á máli um, hvussu hann skuldi fáa hann givnan upp til teirra. Og teir vórðu glaðir og lovaðu at geva honum pening. Og hann tók við og royndi nú at fáa føri til at geva hann upp til teirra so stillisliga, at ongan vardi. Men dagurin fyri hinum ósúrgaðu breyðunum kom, tá ið páskalambið átti at verða dripið; og hann sendi Pætur og Jóhannes avstað og segði: «Farið og gerið okkum páskalambið til, so at vit kunnu halda máltíð!» Men teir søgdu við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera tað til?» Men hann segði við teir: «Sí, tá ið tit koma inn í staðin, man ein maður møta tykkum, sum ber eina krukku av vatni. Honum skulu tit fylgja at teimum húsunum, sum hann fer inn í; og so skulu tit siga við húsbóndan í húsunum: «Meistarin letur siga tær: Hvar er herbergið, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan; har skulu tit gera tað til.» Og teir fóru og funnu tað alt soleiðis, sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til. Og tá ið tímin kom, settist hann til borðs og ápostlarnir við honum. Og hann segði við teir: «Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum, áðrenn eg líði; tí at eg sigi tykkum, at eg skal onga tíð meira eta tað, fyrr enn tað verður fullbúgvið í Guðs ríki.» Og hann tók ein kalik, takkaði og segði: «Takið henda og skiftið hann ímillum tykkara; tí at eg sigi tykkum, eg skal frá hesi stund ikki drekka av fruktum víntræsins, fyrr enn Guðs ríki kemur.» Og hann tók breyð, takkaði, breyt tað og gav teimum tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!» Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum. Men sí, hond hansara, sum meg svíkur, er her hjá mær við borðið. Tí at fullvæl fer menniskjusonurin burtur, eftir tí sum tilskilað er; men vei tí manni, sum hann verður svikin av!» Og teir tóku at spyrja hvør annan sín ámillum um, hvør teirra tað mundi vera, sum hetta mundi fara at gera. Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur. Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn. Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir. Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir. Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum. Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað, fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir. Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.» Men hann segði við hann: «Harri, við tær eri eg til reiðar at fara bæði í fangahús og í deyða.» Men hann segði: «Eg sigi tær, Pætur: hanin man ikki gala í dag, fyrr enn tú tríggjar ferðir hevur noktað fyri, at tú kennir meg.» Og hann segði við teir: «Tá ið eg sendi tykkum út uttan pung og klæðsekk og skógvar, vantaði tykkum tá nakað?» Og teir søgdu: «Nei, einki.» Men hann segði við teir: «Men nú skal tann, sum hevur pung, taka hann við sær, somuleiðis eisini klæðsekk; og tann, sum einki svørð hevur, skal selja kappa sín og keypa eitt. Tí at eg sigi tykkum: Tað sum skrivað er, eigur at ganga út við mær, hetta: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn;» tí at tað líður móti endanum hjá mær.» Men teir søgdu: «Harri, sí, her eru tvey svørð.» Og hann segði við teir: «Tað er nóg nógv.» Og hann gekk út og fór sum hann var vanur til Oljufjallið; og lærusveinarnir fylgdust eisini við honum. Og tá ið hann var komin á staðin, segði hann við teir: «Biðið, at tit ikki mega koma í freisting!» Og hann fór frá teimum okkurt um eitt steinkast og legðist á knæ og bað og segði: «Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!» Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann. Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega. Og hann segði við teir: «Hví sova tit? Standið upp og biðið, fyri at tit ikki mega koma í freisting!» Meðan hann enn talaði, sí, tá kom ein skari; og hann, sum æt Judas, ein av teimum tólv, gekk á odda, og hann nærkaðist Jesusi til at kyssa hann. Men Jesus segði við hann: «Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi?» Men tá ið teir, sum hjá honum vóru, sóu, hvussu tað mundi fara at ganga, søgdu teir: «Harri, skulu vit sláa til við svørði?» Og ein teirra legði til tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi høgra oyrað av honum. Men Jesus tók til orða og segði: «Latið tað nú vera nóg mikið!» Og hann nam við oyrað á honum og grøddi hann. Og Jesus segði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar fyri halgidóminum og hinar elstu, sum vóru komnir út eftir honum: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum. Tá ið eg dag og dagliga var hjá tykkum í halgidóminum, tá rættu tit ikki út hendurnar ímóti mær; men hetta er tykkara tími og vald myrkursins.» Og teir løgdu hendur á hann og fóru avstað við honum og førdu hann inn í húsini hjá høvuðsprestinum; men Pætur fylgdi langt aftaná. Og tá ið teir høvdu kynt upp ein eld í miðjum garðinum og vóru setstir uttan um hann, settist Pætur millum teirra. Men ein arbeiðiskona sá hann sita í eldglæmuni, og hon stardi upp á hann og segði: «Hesin var eisini við honum.» Men hann avnoktaði hann og segði: «Eg kenni hann ikki, kvinna!» Og eitt sindur seinni sá ein annar hann og segði: «Tú ert eisini ein teirra!» Men Pætur segði: «Maður, eg eri tað ikki!» Og tá ið okkurt um ein tími var liðin, helt ein annar tað fyri vist og segði: «Sanniliga var hesin maðurin eisini við honum; tí at hann er jú eisini Galileingur.» Men Pætur segði: «Maður, eg fati ikki, hvat tú sigur.» Og í sama viðfangi, meðan hann enn talaði, gól hanin. Og Harrin vendi sær á og leit til Pæturs. Og orð Harrans rann Pæturi í huga, tá ið hann segði við hann: «Áðrenn hanin gelur í dag, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sáran. Og teir menn, sum hildu Jesusi, háðaðu hann og slógu hann. Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: «Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?» Og mong onnur tílík spottorð talaðu teir til hansara. Og tá ið tað var liðið út ímóti degi, kom fólksins elstaráð saman og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu, og teir førdu hann fram fyri ráðsamkomu sína, og søgdu: «Ert tú Kristus, tá sig okkum tað!» Men hann segði við teir: «Um eg sigi tykkum tað, tá trúgva tit tí ikki; og um eg spyrji, tá svara tit mær ikki. Frá hesi stund skal menniskjusonurin eiga sæti við høgru hond Guðs kraftar.» Og teir søgdu allir: «Ert tú tá sonur Guðs?» Men hann segði við teir: «Tit siga tað, tí at eg eri tað.» Men teir søgdu: «Hvat nýtist okkum longur vitnisburðir? Tí at vit hava sjálvir hoyrt tað av hansara egna munni.» |
Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar. Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.» Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði honum og segði: «Tú sigur tað.» Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og við fólkið: «Eg finni onga søk hjá hesum manni.» Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: «Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á, og higar.» Men tá ið Pilatus hoyrdi tað, spurdi hann, um maðurin var Galileingur. Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum. Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum. Og hann spurdi hann mangar spurningar; men hann svaraði honum einki. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga. Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar. Og tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindskapur teirra millum. Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri. Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri. Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» ( Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.) Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!» Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp. Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan. Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!» Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.» Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu; og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra. Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus. Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara! Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva! Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!» Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» » Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum. Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin. Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey. Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!» Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu: «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!» Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!» Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi? Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.» Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!» Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!» Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman, við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni. Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann. Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!» Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum. Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður; og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki. Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi. Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður. Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum. Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini. |
Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam. Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum. Og meðan tær vórðu ógvuliga skakkar og boygdu andlit síni til jarðar, søgdu teir við tær: «Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu? Hann er ikki her, men hann er risin upp. Minnist til, hvussu hann talaði við tykkum, meðan hann enn var í Galileu, og segði, at menniskjusonurin átti at verða givin upp í syndiga manna hendur og at verða krossfestur og at rísa upp á triðja degi.» Og orð hansara komu teimum í huga. Og tær vendu aftur frá grøvini og kunngjørdu alt hetta fyri teimum tólv og fyri øllum hinum. Men tað vóru tær Maria Magdalena og Jóhanna og Maria, móðir Jákups, og so hinar, sum vóru saman við teimum; tær søgdu ápostlunum frá hesum. Og teir hildu hesi tíðindi vera nakað møsn, sum ikki var farandi eftir, og teir trúðu ikki kvinnunum. Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent. Og sí, tveir teirra vóru sama dagin á ferð til eina bygd, sum nevnist Emmaus og var seksti stádiur frá Jerúsalem; og á leiðini talaðu teir sín ámillum um alt hetta, ið tilborist hevði. Og tað hendi, meðan teir samtalaðu og skiftu orð um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fór í ferðini við teimum. Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so at teir kendu hann ikki. Og hann segði við teir: «Hvørjar eru tær samtalur, sum tit halda tykkara millum, meðan tit ganga?» og teir steðgaðu daprir í ásjón. Men annar teirra, sum æt Kleofas, svaraði og segði við hann: «Ert tú einsamallur ókunnigur í Jerúsalem og veitst ikki tað, sum har er hent í hesum døgum?» Og hann segði við teir: «Hvat tá?» Men teir søgdu við hann: «Viðvíkjandi Jesusi úr Nasaret, sum var ein profetur, mektigur í verki og í orði fyri Guði og fólkinum øllum, og hvussu høvuðsprestarnir og ráðsharrar okkara góvu hann inn undir deyðadóm og krossfestu hann. Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael. Men ið hvussu er, so er tað tó nú triði dagurin, síðan hetta barst til. Og so hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum í ørviti, av tí at tær árla vóru komnar at grøvini; og tá ið tær ikki funnu likam hansara, komu tær og søgdu, at tær høvdu eisini sæð eina sjón av einglum, sum søgdu hann liva. Og nakrir av feløgum okkara fóru út til grøvina, og funnu alt soleiðis vorðið, sum kvinnurnar høvdu sagt, men hann sóu teir ikki.» Og hann segði við teir: «O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?» Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum. Og teir nærkaðust bygdini, sum teir ætlaðu sær til; og hann lætst, sum hann ætlaði at fara longur. Men teir noyddu hann almikið og søgdu: «Verð hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar!» Og hann fór inn at verða hjá teimum. Og tað bar so á, meðan hann sat at borði við teimum, tók hann breyðið og vælsignaði og breyt tað og gav teimum. Tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann; men tá varð hann ósjónligur fyri teimum. Og teir søgdu hvør við annan: «Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?» Og teir fóru á føtur í teirri somu stund og vendu við aftur til Jerúsalem og funnu teir ellivu saman komnar og teir, sum við teimum vóru, sum søgdu: «Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.» Og hesir søgdu frá tí, sum hent var á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum, við tað at hann breyt breyðið. Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda. Og hann segði við teir: «Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? Hyggið at hondum mínum og fótum mínum, at tað eri eg sjálvur! Nemið við meg og síggið, at ein andi hevur ikki hold og bein, soleiðis sum tit síggja meg hava.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar. Men tá ið teir enn ikki kundu trúgva fyri gleði og vóru fullir av undran, segði hann við teir: «Hava tit nakað etandi her?» Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku). Og hann tók tað og át tað, so teir sóu. Men hann segði við teir: «Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg.» Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar. Og hann segði við teir: «Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta. Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.» Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals). Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði. |
Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Hetta var í fyrstuni hjá Guði. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí. Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes. Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: «Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.» Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann. Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?» Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.» Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.» Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?» Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.» Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna. Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?» Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.» Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti. Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: «Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg. Og eg kendi hann ikki; men fyri at hann skuldi verða opinberaður fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.» Og Jóhannes vitnaði og segði: «Eg sá andan stíga niður av himni í dúgvu líki, og hann varð verandi yvir honum. Og eg kendi hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa við vatni, hann segði við meg: «Hann, sum tú sært andan stíga niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir við heilagum anda.» Og eg havi sæð tað og havi vitnað, at hesin er sonur Guðs.» Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!» Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?» Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður). Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!» Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs. Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.» Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!» Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!» Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.» Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!» Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.» Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.» |
Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara. Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.» Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.» Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.» Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur. Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur. Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum. Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: «Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.» Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann. Eftir hetta fór hann oman til Kapernaum, hann sjálvur og móðir hansara og brøður hansara og lærusveinar hansara, og tey vóru har ikki mangar dagar. Og páskir hjá Jødum vóru nær, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Og hann hitti teir sitandi í halgidóminum, sum seldu neyt og seyð og dúgvur, og peningavekslararnar. Og hann gjørdi sær ein koyril av reipum og rak teir allar út úr halgidóminum, bæði seyðin og neytini, og hann spjaddi smápengarnar hjá vekslarunum útum og koyrdi borð teirra um koll. Og við dúgvuseljararnar segði hann: «Takið hetta burtur hiðani; gerið ikki hús faðirs míns til krambúð!» Lærusveinum hansara rann í huga, at skrivað stendur: «Vandni um hús títt skal eta meg upp.» Tá tóku Jødarnir til orða og søgdu við hann: «Hvat tekin sýnir tú okkum, eftir sum tú gert hetta?» Jesus svaraði og segði við teir: «Brótið niður hetta templið, og eftir trimum døgum skal eg reisa tað.» Tá søgdu Jødarnir: «Í seks og fjøruti ár hevur hetta templið staðið í gerð, og tú vilt reisa tað eftir trimum døgum!» Men hann talaði um tempul likams síns. Tá ið hann tí var upprisin frá deyðum, mintust lærusveinar hansara til, at hann hevði sagt hetta; og teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. Men tá ið hann var í Jerúsalem á páskum, um hátíðina, trúðu mangir á navn hansara, tá ið teir sóu tekin hansara, sum hann gjørdi. Men Jesus sjálvur leit seg ikki til teirra, við tað at hann kendi allar, og honum ikki tørvaði, at nakar vitnaði um menniskjuna; tí at hann visti sjálvur, hvat ið var í menniskjuni. |
Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum. Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.» Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.» Nikodemus sigur við hann: «Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?» Jesus svaraði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi. Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum. Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.» Nikodemus svaraði og segði við hann: «Hvussu kann hetta bera til?» Jesus svaraði og segði við hann: «Tú ert lærari í Ísrael, og veitst ikki hetta! Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Vit tala tað, sum vit vita, og vitna um tað, sum vit hava sæð; og vitnisburði okkara taka tit ikki ímót. Tá ið eg sigi tykkum hinar jarðisku lutirnar, og tit trúgva ikki, hvussu skulu tit tá trúgva, tá ið eg sigi tykkum hinar himmalsku? Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum]. Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir. Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði.» Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti. Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa. Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil. Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.» Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. Hann eigur at vaksa, men eg at minka. Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur. Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.» |
Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes, – tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara – tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum. Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!» Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat. Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –. Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.» Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið? Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?» Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.» Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.» Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!» Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.» Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann; tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.» Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.» Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin. Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum. Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir. Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.» Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.» Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.» Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. Tó segði eingin: «Hvørjum spyrt tú eftir?» ella: «Hví talar tú við hana?» Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini: «Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?» Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara. Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og søgdu: «Rabbi, fá tær at eta.» Men hann segði við teir: «Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.» Lærusveinarnir søgdu tá hvør við annan: «Man nakar hava borið honum at eta?» Jesus sigur við teir: «Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara. Siga tit ikki: «Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?» Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar. Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi. Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: «Ein sáar, annar sker.» Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.» Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: «Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.» Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar. Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara. Og við konuna søgdu teir: «Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.» Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu. Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi. Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir høvdu sæð alt tað, sum hann hevði gjørt í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina. Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja. Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.» Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!» Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað. Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi. Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.» Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara. Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjørdi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu. |
Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.» Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.» Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!» » Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!» » Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.» Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan. Og nú vóru Jødarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjørdi hetta ein hvíludag. Men Jesus svaraði teimum: «Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.» Av teirri orsøk vóru Jødarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av døgum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Guð faðir sín og gjørdi seg sjálvan Guði líkan. Tá tók Jesus til orða og segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum størri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast. Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin. Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rødd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær. Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur. Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar. Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dømi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg søki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. Um eg vitni um meg sjálvan, tá er vitnisburður mín ikki sannur. Annar er, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannur, sum hann vitnar um meg. Tit hava sent boð til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð. Men eg taki ikki móti vitnisburði av menniskju; men hetta sigi eg, fyri at tit mega verða frelstir. Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara. Men eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn Jóhannesar; tí at teir gerningar, sum faðirin hevur givið mær at fullføra, sjálvir teir gerningar, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevur sent meg. Og faðirin, sum sendi meg, hann hevur vitnað um meg. Hvørki hava tit á nøkrum sinni hoyrt rødd hansara ella sæð ásjón hansara. Og orð hansara hava tit ikki verðandi í tykkum; tí at tí, sum hann sendi, honum trúgva tit ikki. Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív. Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum; men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum. Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót. Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvør av øðrum, og søkja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði! Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til. Tí at trúðu tit Mósesi, tá trúðu tit mær; tí at hann hevur skrivað um meg. Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum mínum!» |
Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku. Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum. Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd. Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?» Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera. Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.» Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: «Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?» Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali. Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava. Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!» Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið. Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.» Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi. Men tá ið komið var at kvøldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum, og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra. Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur. Tá ið teir nú høvdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust. Men hann sigur við teir: «Tað eri eg, ræðist ikki!» Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót. Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; – men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjørt takkargerð. Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi. Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, søgdu tey við hann: «Rabbi, nær komst tú higar?» Jesus svaraði teimum og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett. Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.» Teir søgdu tí við hann: «Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?» Jesus svaraði og segði við teir: «Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.» Teir søgdu tá við hann: «Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? Hvat arbeiði gert tú? Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.» Tá segði Jesus við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni. Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.» Tá søgdu teir við hann: «Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!» Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.» Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.» Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» » Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum! Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. Eg eri lívsins breyð. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.» Tá trættu Jødarnir sín ámillum og søgdu: «Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?» Jesus segði tá við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur. Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum. Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín. Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.» Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum. Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?» Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: «Taka tit tykkum meinboga av hesum? Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður? Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.» Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør tann var, sum skuldi svíkja hann. Og hann segði: «Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.» Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?» Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.» Jesus svaraði teimum: «Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? Og ein tykkara er ein djevul.» Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv. |
Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. Tá søgdu brøður hansara við hann: «Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert. Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!» Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann. Tá sigur Jesus við teir: «Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig. Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.» Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu. Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga. Jødarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og søgdu: «Hvar er hann?» Og har var nógv tos um hann millum manna; summir søgdu: «Hann er ein góður maður;» men aðrir søgdu: «Nei, heldur villleiðir hann fólkið.» Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jødunum. Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi. Jødarnir undraðust nú og søgdu: «Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?» Tá svaraði Jesus teimum og segði: «Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. Tann, sum talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, sum søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. Hevur ikki Móses givið tykkum lógina? Og eingin tykkara heldur lógina. Hví royna tit at taka meg av døgum?» Mannamúgvan svaraði: «Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?» Jesus svaraði og segði við teir: «Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann. Móses hevur givið tykkum umskeringina – ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann um hvíludagin. Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag? Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!» Tá søgdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: «Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa? Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.» Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: «Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki. Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.» Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin. Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir søgdu: «Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt?» Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mølmaði hetta um hann; og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann. Tá segði Jesus: «Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.» Tá søgdu Jødarnir sín ámillum: «Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar? Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?» Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: «Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.» Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur. Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: «Sanniliga er hesin profeturin.» Aðrir søgdu: «Hesin er Kristus.» Men summir søgdu: «Man tá Kristus koma úr Galileu? Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?» Nú var ósemja millum manna um hann, og summir av teimum høvdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann. Sveinarnir komu tá aftur til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví tóku tit hann ikki við tykkum?» Sveinarnir svaraðu: «Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.» Fariseararnir svaraðu teimum tá: «Eru tit við vilstir burtur av leið? Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum? Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.» Nikodemus – hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra – sigur við teir: «Dømir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?» Teir svaraðu og søgdu við hann: «Ert tú eisini úr Galileu? Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!» [ Og teir fóru heim, hvør til sín. |
Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?» Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum. Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.» Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum og segði við hann: «Far og tváa tær í hylinum Siloam (tað merkir: sendur). Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi. Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: «Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?» Summir søgdu: «Jú, tað er hann.» Summir søgdu: «Nei, men hann líkist honum.» Sjálvur segði hann: «Tað eri eg.» Teir søgdu tá við hann: «Hvussu opnaðust tá eygu tíni?» Hann svaraði: «Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.» Teir søgdu við hann: «Hvar er hann?» Hann sigur: «Eg veit tað ikki.» Teir føra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna. Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjørdi rununa og opnaði eygu hansara. Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. Men hann segði við teir: «Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.» Tá søgdu nakrir av Farisearunum: «Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.» Aðrir søgdu: «Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?» Og tvídráttur var teirra millum. Teir siga tá aftur við hin blinda: «Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?» Men hann segði: «Hann er profetur.» Jødarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina. Og teir spurdu tey og søgdu: «Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð føddur blindur? Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?» Foreldur hansara svaraðu og søgdu: «Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann føddist blindur; men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvør ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.» Hetta søgdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jødarnar; tí at nú vóru Jødarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum. Tí søgdu foreldur hansara: «Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.» Teir rópaðu tá á øðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og søgdu við hann: «Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.» Tá svaraði hann: «Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.» Teir søgdu tá við hann: «Hvat gjørdi hann við teg? Hvussu læt hann eygu tíni upp?» Hann svaraði teimum: «Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?» Tá deildu teir hann og søgdu: «Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar. Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.» Maðurin svaraði og segði við teir: «Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni. Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann. Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var føddur blindur. Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjørt.» Teir svaraðu og søgdu við hann: «Tú ert føddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!» Og teir koyrdu hann út. Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: «Trýrt tú á menniskjusonin?» Hann svaraði og segði: «Og hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?» Jesus segði við hann: «Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.» Men hann segði: «Eg trúgvi, Harri,» og hann fell á knæ niður fyri honum. Og Jesus segði: «Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.» Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir søgdu við hann: «Eru vit tá eisini blindir?» Jesus segði við teir: «Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja – synd tykkara verður verandi.» |
«Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður. Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara. Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.» Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um. Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum. Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki. Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð. Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar. Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar. Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.» Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum. Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?» Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?» So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons. Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!» Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.» Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann. Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?» Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.» Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar! Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast, siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs! Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki. Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.» Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra. Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har. Og mangir komu til hansara, og teir søgdu: «Jóhannes gjørdi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.» Og mangir trúðu á hann har. |
Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur. Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.» Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: «Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.» Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus. Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var. Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: «Latum okkum fara aftur til Júdeu!» Lærusveinarnir siga við hann: «Rabbi, nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!» Jesus svaraði: «Eru ikki tólv tímar í deginum? Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi; men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.» Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: «Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.» Lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.» Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svøvnhvíldina. Tí segði Jesus teimum tá beint fram: «Lázarus er deyður! Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!» Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos (tað merkir: tvíburður) við samlærusveinar sínar: «Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!» Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini. Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani. Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.» Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.» Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.» Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?» Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.» Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.» Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.» Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: «Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!» Jesus feldi tár. Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!» Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?» Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.» Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?» Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.» Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!» Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!» Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt. Høvuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og søgdu: «Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin? Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.» Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvuðsprestur tað árið, segði við teir: «Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.» Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið; og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu børn. Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann. Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jødanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimørkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum. Men páskir hjá Jødum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg. Teir leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: «Hvat halda tit? Man hann ikki fara at koma til hátíðina?» Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann. |
Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. Tey gjørdu nú har eina kvøldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði føturnar á Jesusi og turkaði føtur hansara við hári sínum. Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum. Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: «Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?» Men hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men tí at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann. Tá segði Jesus: «Lat hana fáa frið! Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.» Nú fekk ein stórur skari av Jødunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum. Men høvuðsprestarnir løgdu upp ráð um at drepa Lázarus við, tí at fyri hansara skuld mangir av Jødunum fóru og trúðu á Jesus. Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: «Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.» Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: «Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!» Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir høvdu gjørt hetta fyri honum. Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grøvini og vakt hann upp frá deyðum. Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, tí at tey høvdu hoyrt, at hann hevði gjørt hetta tekin. Tá søgdu Fariseararnir sín ámillum: «Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. Sí, allur heimurin eltir hann!» Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bøn um hátíðina, vóru nakrir Grikkar. Teir komu nú til Filippusar, hann sum var úr Betsajdu í Galileu, og bóðu hann og søgdu: «Harri, vit vilja fegin fáa at síggja Jesus.» Filippus kemur og sigur tað við Andrias. Andrias og Filippus koma og siga tað við Jesus. Men Jesus svarar teimum og sigur: «Tímin er komin, tá ið menniskjusonurin skal verða dýrmettur. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. Faðir, ger dýrmett navn títt!» Tá kom rødd av himni: «Bæði havi eg gjørt tað dýrmett og skal aftur gera tað dýrmett!» Men skarin, sum stóð har og hoyrdi hetta, segði, at toran hevði gingið. Aðrir søgdu: «Ein eingil talaði til hansara.» Jesus svaraði og segði: «Ikki mín vegna, men heldur tykkara vegna kom henda røddin. Nú gongur dómur yvir henda heimin, nú skal høvdingin í hesum heimi verða kastaður út. Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín.» Men hetta segði hann fyri at merkja, hvønn deyða hann skuldi doyggja. Mannaskarin svaraði honum tá: «Vit hava hoyrt av lógini, at Kristus skal verða verandi allar ævir, og hvussu kanst tú tá siga, at menniskjusonurin eigur at verða upphevjaður? Hvør er hesin menniskjusonurin?» Tá segði Jesus við teir: «Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. Meðan tit hava ljósið, tá trúgvið á ljósið, til tess at tit mega verða børn ljósins!» Hetta talaði Jesus og hann fór avstað og fjaldi seg fyri teimum. Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann, til tess at orðið hjá Jesaja profeti skuldi ganga út, sum hann hevur sagt: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum? Og hvørjum varð armur Harrans opinberur?» Tess vegna kundu tey ikki trúgva, tí at Jesaja hevur á øðrum staði sagt: «Hann hevur blindað eygu teirra og hert hjørtu teirra, til tess at teir ikki síggja við eygunum og ikki skilja við hjartanum og venda við, so eg kann grøða teir.» Hetta segði Jesaja, tá ið hann sá dýrd hansara og talaði um hann. Kortini trúðu tó mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guðs æru. Men Jesus rópaði og segði: «Tann, sum trýr á meg, hann trýr ikki á meg, men á hann, sum sendi meg; og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg. Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi. Tí at eg havi ikki talað av mær sjálvum; men faðirin, sum sendi meg, hevur skipað mær fyri, hvat eg skal siga og hvat eg skal tala. Og eg veit, at fyriskipan hansara er ævigt lív. Tað, sum eg tí tali, tað tali eg soleiðis, sum faðirin hevur sagt mær.» |
Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við. Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: «Harri, tváar tú føtur mínar?» Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.» Pætur sigur við hann: «Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!» Jesus svaraði honum: «Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!» Símun Pætur sigur við hann: «Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.» Jesus sigur við hann: «Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.» Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: «Tit eru ikki allir reinir.» Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: «Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla meg «Meistara» og «Harra», og tit siga rætt; tí at eg eri tað. Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað. Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað. Eg tali ikki um tykkum allar. Eg veit, hvørjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær. Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tá ið tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti tí, sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.» Tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rørdur í andanum og vitnaði og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.» Tá hugdu lærusveinarnir hvør upp á annan og vóru í iva um, hvønn hann talaði um. Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu høgru lið, – tann, sum Jesus elskaði. Til hansara nikkar tá Símun Pætur og sigur við hann: «Sig, hvør tað er, sum hann talar um!» Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: «Harri, hvør er tað?» Tá svarar Jesus: «Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg nú dyppi niður í.» So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann. Og tá ið hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann. Jesus sigur tá við hann: «Tað, sum tú gert, ger tað skjótt.» Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann. Tí at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: «Keyp tað, sum okkum er tørvur á til hátíðina,» ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. Tá ið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Men nátt var. Tá ið hann nú var farin út, sigur Jesus: «Nú er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum. Er Guð vorðin dýrmettur í honum, tá skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan. Børn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum. Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jødarnar: «Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,» soleiðis sigi eg nú eisini við tykkum. Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.» Símun Pætur sigur við hann: «Harri, hvar fert tú?» Jesus svaraði: «Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.» Pætur sigur við hann: «Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.» Jesus svarar: «Vilt tú leggja lív títt á fyri meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn tú hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.» |
«Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.» Filippus sigur við hann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.» Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld! Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn størri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin. Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað. Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva. Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.» Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: «Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?» Jesus svaraði og segði við hann: «Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg. Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent. Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!» |
«Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna. Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir. Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum. Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum. Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávøkst, og at ávøkstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum. Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan. Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum. Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara. Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, tí at teir ikki kenna hann, sum sendi meg. Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir onga avsakan fyri synd sína. Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín. Hevði eg ikki gjørt slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín. Men tað er tí, at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út: Teir hataðu meg uttan orsøk. Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.» |
«Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum. Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?» Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur. Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum. Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.» Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?» Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.» Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin. Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.» Lærusveinar hansara siga: «Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki tørvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.» Jesus svaraði teimum: «Nú trúgva tit! Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvør til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær. Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.» |
Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív. Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist. Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til. Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg. Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit. Tá ið eg var hjá teimum, varðveitti eg teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, og eg vardi teir, og eingin teirra glataðist uttan glatanarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. Men nú komi eg til tín; og hetta tali eg í heiminum, til tess at teir skulu hava gleði mína fullkomna í sær sjálvum. Eg havi givið teimum orð títt; og heimurin hevur hatað teir, av tí at teir ikki eru av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa. Teir eru ikki av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum. Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki. Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin; og eg halgi meg sjálvan fyri teir, til tess at eisini teir skulu verða halgaðir í sannleika. Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg. Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær, har sum eg eri, til tess at teir mega skoða dýrd mína, sum tú hevur givið mær; tí at tú hevur elskað meg, áðrenn heimurin var grundaður. Rættvísi faðir, og heimurin hevur ikki kent teg; men eg havi kent teg, og hesir hava sannað, at tú hevur sent meg. Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum.» |
Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um løkin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá høvuðsprestunum og Farisearunum við sær og kemur hagar við kyndlum og lompum og vápnum. Tá ið Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: «Hvørjum leita tit eftir?» Teir svaraðu honum: «Eftir Jesusi úr Nazaret.» Jesus sigur við teir: «Tað eri eg.» Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. Tá ið hann nú segði við teir: «Tað eri eg,» hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. Hann spurdi teir tá aftur: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu: «Eftir Jesusi úr Nasaret.» Jesus svaraði: «Eg havi sagt tykkum, at tað eri eg; er tað tá mær, tit leita eftir, so latið hesar fara.» Til tess at tað orðið skuldi ganga út, sum hann hevði sagt: «Eg misti ongan av teimum, sum tú hevur givið mær.» Símun Pætur, sum hevði svørð, brá tí nú og sló tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi av honum høgra oyrað; men navnið á tænaranum var Malkus. Tá segði Jesus við Pætur: «Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?» Vaktarmenninir og høvuðsmaðurin og tænararnir hjá Jødunum tóku nú Jesus og bundu hann. Og teir førdu hann fyrst til Annasar, tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið. Men Símun Pætur fylgdi aftan á Jesus og ein annar lærusveinur. Men tann lærusveinurin var kunnigur við høvuðsprestin, og hann fór saman við Jesusi inn í garðin hjá høvuðsprestinum. Men Pætur varð standandi uttanfyri við dyrnar. Tá fór hin lærusveinurin út, sum kunnigur var við høvuðsprestin, og talaði við duraternuna og førdi Pætur inn. Duraternan sigur tá við Pætur: «Ert tú ikki eisini ein av lærusveinunum hjá hesum manni?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» Men tænararnir og sveinarnir stóðu har uttan um ein kolaeld, sum teir høvdu kynt, tí at kalt var, og vermdu seg. Men eisini Pætur stóð hjá teimum og vermdi seg. Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara. Jesus svaraði honum: «Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir Jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. Hví spyrt tú meg? Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra. Sí, teir vita, hvat eg havi sagt.» Men í tí hann segði hetta, gav ein av sveinunum, sum hjá stóð, Jesusi høgg á kinn og segði: «Svarar tú soleiðis høvuðsprestinum?» Jesus svaraði honum: «Havi eg talað illa, tá prógva, at tað er ilt. Men havi eg talað væl, hví slært tú meg?» Annas sendi hann nú bundnan til Kajfasar, høvuðsprestin. Men Símun Pætur stóð og vermdi seg. Tá søgdu teir við hann: «Ert ikki eisini tú ein av lærusveinum hansara?» Hann noktaði og segði: «Ikki eri eg tað.» Ein av tænarunum hjá høvuðsprestinum, ein skyldmaður hansara, sum Pætur hevði høgt oyrað av, sigur: «Sá eg teg ikki í urtagarðinum saman við honum?» Tá noktaði Pætur aftur, og í sama bili gól hanin. Teir føra nú Jesus frá Kajfasi til landshøvdingaborgina; men tað var tíðliga á morgni. Og sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, til tess at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. Pilatus fór tá út til teirra og sigur: «Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?» Teir svaraðu og søgdu við hann: «Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.» Pilatus segði tá við teir: «Takið tit hann og dømið hann eftir lóg tykkara.» Jødarnir søgdu við hann: «Okkum er ikki loyvt at taka nakran mann av lívi.» Tí at Jesu orð skuldu ganga út, sum hann segði, tá ið hann kunngjørdi, hvønn deyða hann skuldi doyggja. Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín og segði við hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Jesus svaraði: «Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?» Pilatus svaraði: «Eri eg tá Jødi? Fólk títt og høvuðsprestarnir hava fingið mær teg; hvat hevur tú gjørt?» Jesus svaraði: «Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.» Pilatus segði tá við hann: «Men so ert tú kongur kortini?» Jesus svaraði: «So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.» Pilatus sigur við hann: «Hvat er sannleiki?» Og tá ið hann hevði sagt hetta, fór hann út aftur til Jødarnar og sigur við teir: «Eg finni onga søk hjá honum. Men tað er siður hjá tykkum, at eg sleppi tykkum einum leysum um páskirnar. Vilja tit nú, at eg skal sleppa tykkum kongi Jødanna leysum?» Teir rópaðu tá aftur og søgdu: «Nei, ikki honum, men Barabbasi.» Men Barabbas var ránsmaður. |
Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið. Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.» Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: «Sí, her er maðurin!» Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: «Krossfest, krossfest!» Pilatus sigur við teir: «Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.» Jødarnir svaraðu honum: «Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.» Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann; og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: «Hvaðan ert tú?» Men Jesus gav honum einki svar. Pilatus sigur tá við hann: «Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?» Jesus svaraði honum: «Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. Tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.» Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. Men Jødarnir rópaðu og søgdu: «Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.» Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist «á steinsettum» (á hebráiskum máli: Gabbata). Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. Og hann sigur við Jødarnar: «Sí, har er kongur tykkara!» Tá rópaðu teir: «Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!» Pilatus sigur við teir: «Skal eg krossfesta kong tykkara?» Høvuðsprestarnir svaraðu: «Vit hava ongan kong uttan keisaran.» Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur. Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.» Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli. Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: «Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna.» Pilatus svaraði: «Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.» Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. Teir søgdu tí hvør við annan: «Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;» tí at skriftin skuldi ganga út: «Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.» Hetta gjørdu nú hermenninir. Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: «Kvinna, har er sonur tín!» Síðan sigur hann við lærusveinin: «Sí, har er móðir tín!» Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín. Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: «Eg eri tystur.» Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni. Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: «Tað er fullgjørt!» Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. Við tað at tað var atfangadagur og fyri tann skuld at likamini ikki skuldu verða hangandi á krossinum um hvíludagin, tí at tann hvíludagurin var mikil, bóðu nú Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum máttu verða brotin sundur, og at tey máttu verða tikin niður. Hermenninir fóru tí og brutu beinini bæði í hinum fyrra og hinum øðrum, sum hevði verið krossfestur saman við honum. Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara. Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr. Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva. Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: «Bein skal ikki verða brotið í tí.» Og upp aftur sigur eitt annað skriftorð: «Teir skulu líta til hansara, sum teir stungu.» Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara. Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe. Teir tóku nú Jesu likam og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, soleiðis sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar. Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í. Har løgdu teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við tað at grøvin var nær. |
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.» Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs. Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. Og teir siga við hana: «Kvinna, hví grætur tú?» Hon sigur við teir: «Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.» Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus. Jesus sigur við hana: «Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?» Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: «Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.» Jesus sigur við hana: «Maria!» Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: «Rabbuni!» (tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: «Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.» Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: «Eg havi sæð Harran!» og at hann hevði sagt henni hetta. Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. Jesus segði tá aftur við teir: «Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, andaði hann á teir og sigur við teir: «Takið við heilagum anda. Hvørjum, sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar, og hvørjum, sum tit halda teimum aftur, teimum eru tær afturhildnar.» Men Tummas, ein av teimum tólv, hann, sum kallast Didymos (tað merkir: tvíburður) var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Vit hava sæð Harran!» Men hann segði við teir: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.» Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: «Friður veri við tykkum!» Síðan sigur hann við Tummas: «Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.» Tummas svaraði og segði við hann: «Harri mín og Guð mín!» Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!» Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki eru skrivað í hesi bók. Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara. |
Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra, líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda; teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til. Og meðan hann var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins, «sum tit,» segði hann, «hava hoyrt um av mær; tí at Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir.» Og tá ið teir nú vóru saman komnir, spurdu teir hann og søgdu: «Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?» Hann segði við teir: «Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir ella tímar, sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi. Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.» Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.» Tá vendu teir aftur til Jerúsalem frá tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið, og sum er tætt við Jerúsalem, eina hvíludags gongd haðani. Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups. Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og við brøðrum hansara. Og í hesum døgum stóð Pætur upp millum brøðranna og segði – og har var komin saman ein flokkur av monnum okkurt um stórt hundrað í tali –: «Góðu menn og brøður! Tað skriftarorðið átti at ganga út, sum heilagur andi hevði talað frammanundan við munni Dávids um Judas, sum gjørdist leiðbeinari hjá teimum, ið tóku Jesus; tí at hann var taldur við millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu. (Hesin maður keypti nú eitt jarðarstykki fyri órættarlønina, og hann stoyttist eftir høvdinum og støkk sundur um miðju, og allir innvølirnir komu út. Og tað varð kunnigt fyri øllum teimum, sum búgva í Jerúsalem, so at tað jarðarstykkið er kallað á teirra egna máli Hakeldama, tað er: blóðjørðin.) Tí at skrivað stendur í sálmabókini: «Bústaður hans skal oyðin verða, og eingin skal í honum búgva» og «umsjónarstarv hans skal annar taka.» Tí eigur onkur av teimum monnum, sum hava verið við okkum alla ta tíð, tá ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út ímillum okkara, líka frá dópi Jóhannesar og til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin frá okkum, at verða vitni um uppreisn hansara saman við okkum.» Og teir skilaðu tveir til, Jósef, ið kallaður var Barsabbas við tilnavninum Justus, og Mattias. Og teir hildu bøn og søgdu: «Tú, Harri, sum kennir hjørtuni á øllum, sýn okkum, hvønn av hesum tveimum tú hevur valt til at taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.» Og teir kastaðu lut um teir, og luturin fell á Mattias, og hann varð taldur við saman við hinum ellivu ápostlunum. |
Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla. Men har vóru Jødar búsettir í Jerúsalem, menn, ið óttaðust Guð, av øllum tjóðum undir himni. Tá ið nú hetta ljóðið hoyrdist, kom mannamúgvan saman, og henni varð dátt við; tí at teir hoyrdu, ein og hvør, teir tala á sínum egna máli. Og teir vórðu allir bilsnir og undraðust og søgdu: «Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? Hvussu ber tað tá til, at vit, ein og hvør, hoyra teir tala á okkara egna máli, sum vit eru føddir við? Partar og Medar og Elamitar og vit, sum eru búsettir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pontus og Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guðs?» Men teir gjørdust allir bilsnir og vóru í døpurhuga og søgdu hvør við annan: «Hvat man hetta vera?» Men aðrir spottaðu og søgdu: «Teir eru druknir av søtum víni.» Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, hevði upp rødd sína og mælti til teirra: «Tit, Jødar, og allir tit, sum búgva í Jerúsalem, hetta veri tykkum vituligt, og gevið orðum mínum ljóð! Tí at ikki eru hesir menn druknir, soleiðis sum tit halda; tí at nú er eisini landsuðurstíð. Men hetta er tað, sum sagt hevur verið við Jóel profeti: «Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir, og gamalmenni tykkara skulu droyma dreymar. Ja, eisini yvir trælir mínar og yvir trælkvinnur mínar skal eg á teimum døgunum hella út av anda mínum og tey skulu profetera. Og eg skal lata undur verða á himlinum í erva og tekin á jørðini í neðra, blóð og eld og guvurok. Sólin skal umskapast til myrkur og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og dýri dagur Harrans kemur. Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.» Tit Ísraelsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi; men hann reisti Guð upp, í tí hann lætti av deyðans ríðum, við tað at tað ikki var møguligt, at hann skuldi verða hildin av honum; tí at Dávid sigur viðvíkjandi honum: «Altíð hevði eg Harran fyri eygum mínum; tí at hann er við høgru hond mína, til tess at eg ikki skal vikast. Harfyri gleddist hjarta mítt, og tunga mín fegnaðist; ja, enntá meira skal eisini likam mítt hvíla í vón; tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot. Tú hevur kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú vilt meg fylla við gleði fyri ásjón tíni.» Góðu menn og brøður! Eg kann tala beint fram til tykkara um ættarfaðirin Dávid, at hann er bæði deyður og grivin, og leiði hansara er til hjá okkum líka til dagin í dag. Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, so talaði hann, av tí at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Krists, at hvørki varð hann latin eftir í helheimi og ikki heldur sá likam hansara rot. Henda Jesus reisti Guð upp, og um tað eru vit allir vitni. Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guðs høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra. Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar.» Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu.» Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: «Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?» Men Pætur segði við teir: «Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og børnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Guð vár vil kalla til sín.» Og við mongum øðrum orðum vitnaði hann, og hann áminti tey og segði: «Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!» Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi, og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst. |
Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil. Og ein maður, sum var haltur frá móðurlívi, varð borin hagar; hann løgdu tey hvønn dag við tær dyrnar á halgidóminum, sum kallast Føgrudyr, so at hann kundi biðja olmussu av teimum, sum gingu inn í halgidómin. Tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, sum ætlaðu sær at ganga inn í halgidómin, bað hann geva sær olmussu. Men Pætur leit fastliga at honum, saman við Jóhannesi, og segði: «Hygg upp á okkum!» Og hann bíndi at teimum, við tað at hann væntaði sær at fáa okkurt frá teimum. Men Pætur segði: «Silvur og gull eigi eg ikki; men tað sum eg havi, tað gevi eg tær: Í navni Jesu Krists úr Nasaret, statt upp og gakk!» Og hann tók í høgru hond á honum og reisti hann á føtur. Men í stundini vórðu føtur hansara og øklar sterkir, og hann sprakk upp og stóð og gekk, og fór við teimum inn í halgidómin og gekk umkring og leyp og lovaði Guði. Og alt fólkið sá hann ganga umkring og lova Guði. Og tey komust við hann, at tað var hann, sum hevði sitið við Føgrudyr á halgidóminum fyri at fáa olmussu; og tey vórðu full av undran og ræðslu um tað, sum hent var honum. Men tá ið hann helt seg aftur at Pæturi og Jóhannesi, flokkaðist alt fólkið um teir í teirri súlnagongini, sum er kallað eftir Sálomoni, og tey vóru heilt óttafull. Men tá ið Pætur sá tað, talaði hann til fólkið: «Tit Ísraels menn, hví eru tit bilsnir av hesum? ella hví stara tit á okkum, sum at vit av egnum mátti ella gudsótta høvdu gjørt tað, at hann gongur? Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, og Guð fedra vára hevur dýrmætan gjørt tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dømdi, at hann skuldi sleppa leysur. Men tit avnoktaðu hin heilaga og rættvísa, og bóðu um, at ein manndrápari skuldi verða tykkum givin; men lívsins høvdinga tóku tit av lívi, sum Guð reisti upp frá deyðum, og um tað eru vit vitni. Og við trúnni á navn hansara hevur navn hansara styrkt henda mann, sum tit síggja og kenna; og trúgvin, sum elvdist av honum, hevur givið hesum manni hansara fulla førleika, so tit øll somul síggja. Og nú veit eg, brøður, at tit gjørdu tað av vankunnu, eins og ráðharrar tykkara. Men Guð læt soleiðis tað ganga út, sum hann frammanundan hevði boðað við munninum á øllum profetunum, at Kristus hansara skuldi líða. Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og hann kann senda tann Krist, sum tykkum er tilætlaður, Jesus, sum himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri øllum lutum er komin, sum Guð hevur talað um við munninum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum. Tí at Móses segði: «Ein profet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara eins og meg; á hann skulu tit lýða í øllum tí, sum hann talar til tykkara. Og so skal verða, at ein og hvør sál, sum ikki lýðir á henda profet, skal verða týnd burtur úr fólkinum.» Og eisini allir profetarnir frá Sámuel og teir, sum aftaná komu, so mangir sum hava talað, teir hava eisini boðað hesar dagarnar. Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjørdi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: «Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini fáa signing.» Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvør tykkara vendir sær frá illskapi sínum.» |
Men meðan teir talaðu til fólkið, komu prestarnir og høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og Saddukeararnir á teir, av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum. Og teir løgdu hendur á teir og settu teir í varðhald til morgunin eftir; tí at kvøldið var longu komið. Men mong av teimum, sum hoyrt høvdu orðið, tóku við trúgv, og talið á kallmonnum var okkurt um fimm túsund. Morgunin eftir hendi so tað, at ráðharrar teirra og hinir elstu og hinir skriftlærdu komu saman í Jerúsalem, og eisini Annas, og høvuðspresturin, og Kajfas og Jóhannes og Aleksander og allir, sum vóru av høvuðspresta ætt. Og teir leiddu teir fram fyri seg og spurdu teir: «Við hvørjum mátti ella í hvørjum navni hava tit gjørt hetta?» Tá segði Pætur við teir, fyltur av heilagum anda: «Tit, ráðharrar fólksins og elstu! Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanførum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við, so skal tað vera øllum tykkum og øllum Ísraels fólki kunnigt, at í navni Jesu Krists úr Nasaret, sum tit krossfestu og Guð reisti upp frá deyðum, fyri hansara navns skuld stendur hesin maður frískur og ferðugur her fyri eygum tykkara. Hann er tann steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur. Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.» Men tá ið teir sóu hetta dirvið í Pæturi og Jóhannesi og fingu at vita, at teir vóru ólærdir menn og leikmenn, undraðust teir. Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi. Og tá ið teir sóu mannin, sum var vorðin lektur, standa hjá teimum, høvdu teir einki at siga ímóti tí. Men teir buðu teimum at fara út frá ráðinum, og teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at eitt skilligt tekin er hent av teirra ávum, tað er øllum teimum kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, og vit kunnu ikki nokta fyri tí. Men fyri at tað ikki skal verða borið longur út millum manna, tá latum okkum hótta teir harðliga, at teir ikki meira mega tala til nakað menniskja í hesum navni.» So kallaðu teir teir inn og buðu teimum, at teir als ikki máttu tala ella læra í Jesu navni. Men Pætur og Jóhannes svaraðu og søgdu við teir: «Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Guðs eygum at vera tykkum lýðin heldur enn Guði. Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.» Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at øll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var. Tí at maðurin var yvir fjøruti ára gamal, sum hetta heilsubótartekinið hevði verið fyri. Men tá ið teir vóru slopnir leysir, komu teir til felagar sínar og søgdu teimum frá øllum, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu høvdu sagt við teir. Tá ið tey hoyrdu tað, hevjaðu tey samhugað reyst sína til Guðs og søgdu: «Harri, tú ert tann, sum gjørt hevur himmalin og jørðina og havið og alt, sum í teimum er, tú sum við heilagum anda hevur sagt gjøgnum munn Dávids, faðirs várs, tænara tíns: «Hví leikaðu heidningarnir óðir og høvdu fólk fáfongt í ráði? Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara. Tí av sonnum tóku teir seg saman í hesum staði móti hinum heilaga tænara tínum, Jesusi, sum tú salvaði, bæði Heródes og Pontius Pilatus tillíka við heidningunum og Ísraels fólkum, at gera alt tað, sum hond tín og ráð títt frammanundan høvdu fyriskipað skuldi hendast. Og nú, Harri, lít at hóttum teirra, og gev tænarum tínum við øllum dirvi at tala orð títt, við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.» Og tá ið tey høvdu biðið, ristist staðurin, har sum tey vóru saman komin, og tey fyltust øll av heilagum anda, og tey talaðu Guðs orð við dirvi. Men allur flokkurin av teimum, sum tikið høvdu við trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál, og ikki ein teirra segði nakað vera sítt av tí, hann átti, men alt var samogn hjá teimum. Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu Krists uppreisn, og stór náði var yvir teimum øllum. Tí at ikki heldur var nakar tørvandi millum teirra; tí at allir, sum áttu jørð ella hús, seldu tey og komu við peningavirðinum fyri tað, sum teir høvdu selt, og løgdu tað fyri føturnar á ápostlunum; og tað varð sundurbýtt til ein og hvønn, eftir sum honum var tørvur á. Men Jósef, sum kallaður varð av ápostlunum við tilnavninum Barnabas, – tað er útlagt: ugganar sonur, – ein Levitur, ættaður frá Kýpern, sum átti eitt jarðarstykki, seldi tað og kom við peningunum og legði teir fyri føturnar á ápostlunum. |
Men ein maður, Ánanias at navni, saman við Saffiru konu síni, seldi ein eigindóm, og tók nakað av virðinum burtur av, so kona hansara visti tað, og kom við einum parti av tí og legði fyri føturnar á ápostlunum. Men Pætur mælti: «Ánanias, hví hevur Sátan fylt hjarta títt, so at tú hevur logið fyri hinum heilaga anda og hevur tikið burtur av peningavirðinum fyri jørðina? Var hon ikki tín, meðan hon var í tíni ogn, og hevði tú ikki ræði á søluvirðinum? Hví hevur tú tá í hjarta tínum sett tær hesa gerð fyri? Tú hevur ikki logið fyri menniskjum men fyri Guði.» Men tá ið Ánanias hoyrdi hesi orð, fell hann niður og gav upp andan. Og mikil ótti kom á øll tey, sum hetta hoyrdu. Men teir ungu menninir stóðu upp og vældu um hann og bóru hann út og jarðaðu hann. Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn. Og Pætur segði tá við hana: «Sig mær, seldu tit jørðina fyri hetta virðið?» Men hon segði: «Ja, fyri hetta virðið.» Tá segði Pætur við hana: «Hví hava tit verið samsint um at freista anda Harrans? Sí, føtur teirra, sum jarðaðu mann tín, eru við dyrnar, og teir skulu bera teg út.» Men hon fell í stundini niður fyri føturnar á honum og gav upp andan; og tá ið teir ungu menninir komu inn, funnu teir hana deyða, og teir bóru hana út og jarðaðu hana hjá manni hennara. Og mikil ótti kom á alt kirkjuliðið og á øll tey, sum hetta hoyrdu. Men fyri hondunum á ápostlunum hendu mong tekin og undur millum fólkið, og teir vóru allir samhugaðir í súlnagong Sálomons. Men av hinum tordi eingin at fara í felag við teir, men fólkið prísaði teir hátt. Og fleiri og fleiri, sum trúðu, løgdust til hjá Harranum, ein fjøld bæði av monnum og kvinnum, so at tey eisini bóru sjúk fólk út á gøturnar og løgdu tey á sengur og legubeinkir, fyri at, um tað so ikki var meira enn skuggin av Pæturi, tá ið hann kom, skuldi skugga á einhvønn av teimum. Ja, um tað so var úr bygdunum uttan um Jerúsalem, so kom haðan ein mongd saman, og tey høvdu við sær sjúk fólk og slík, sum vóru plágað av óreinum andum; og tey fingu øll heilsuna aftur. Men høvuðspresturin reistist og allir teir, sum vóru í parti við honum, – tað var Saddukearaflokkurin, – og teir vórðu fullir av ágrýtni; og teir løgdu hendur á ápostlarnar og settu teir í hitt almenna varðhaldið. Men eingil Harrans opnaði um náttina dyrnar á fangahúsinum og leiddi teir út og segði: «Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið!» Og tá ið teir høvdu hoyrt hetta, fóru teir í lýsingini inn í halgidómin og lærdu. Men tá ið so høvuðspresturin kom og teir, sum vóru í parti við honum, kallaðu teir saman ráðið og allar hinar elstu hjá Ísraels børnum og sendu boð í fangahúsið, at teir skuldu koma við teimum. Men tá ið tænararnir komu hagar, funnu teir teir ikki í fangahúsinum; og teir komu aftur og søgdu frá hesum og mæltu: «Fangahúsið funnu vit stongt bæði væl og virðiliga og vaktarmenninar standandi fyri durunum; men tá ið vit lótu upp, funnu vit ongan inni.» Men tá ið teir hoyrdu hesi orð, bæði høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og høvuðsprestarnir, vórðu teir ráðvillir um teir, hvat ið mundi fara at verða úr hesum. Men tá kom ein maður og bar teimum tey tíðindini: «Sí, menninir, sum tit settu í varðhald, teir standa í halgidóminum og læra fólkið.» Tá fór høvuðsmaðurin avstað við tænarunum eftir teimum og heimtaði teir, men ikki við makt; tí at teir óttaðust fyri fólkinum, at teir skuldu verða steinaðir. Men tá ið teir vóru komnir við teimum, leiddu teir teir inn fyri ráðið. Og høvuðspresturin spurdi teir og segði: «Strangliga buðu vit tykkum ikki at læra í hesum navni, og sí, tit hava fylt Jerúsalem við læru tykkara, og tit vilja føra yvir okkum blóðið av hesum manni.» Men Pætur og ápostlarnir svaraðu og søgdu: «Guði er meir at vera lýðin enn monnum. Guð fedra vára hevur reist upp Jesus, sum tit hongdu upp á træ og tóku av lívi; henda hevur Guð hevjað upp við síni høgru hond til høvdinga og frelsara til at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving. Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.» Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðløgdu um at drepa teir. Men í ráðinum reistist tá ein Fariseari, Gamaliel at navni, ein lóglærari, sum var í miklum metum hjá øllum fólkinum, og hann beyð, at teir skuldu lata menninar fara útum eina lítla løtu. Og hann segði við teir: «Tit Ísraels menn, hyggið tykkum væl fyri, hvat tit ætla at gera við hesar menninar! Tí at nakað herfyri hendi tað, at Tevdas steig fram, sum segði seg sjálvan at vera nakað; og ein flokkur av okkurt um fýra hundrað mans fóru í hóslag við hann; men hann varð dripin, og allir teir, sum góvu seg undir hann, spjaddust og vórðu fyri ongum. Aftan á hann reis upp Judas frá Galileu, í teirri tíðini, tá ið skattaútskrivingin var, og fekk fólk í fylgi við sær. Hann læt eisini lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvør frá øðrum. Og nú sigi eg tykkum: «Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum; men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!» » Og teir góvu honum viðhald og kallaðu ápostlarnar inn aftur og húðflettu teir og buðu teimum ikki at tala í Jesu navni og lótu teir sleppa. Teir fóru tá burtur frá ráðinum, glaðir um at teir høvdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld; og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus. |
Men høvuðspresturin segði: «Er hetta so?» Men hann segði: «Hoyrið meg, brøður og fedrar! Dýrdarinnar Guð birtist fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann búsettist í Káran, og segði við hann: «Far tú burtur úr landi tínum og frá skyldfólki tínum og far til landið, sum eg vil vísa tær á.» Tá fór hann avstað úr Kaldealandinum og búsettist í Káran. Og eftir at faðir hansara var deyður, læt Guð hann flyta haðan og higar í hetta landið, sum tit nú búgva í. Og ikki gav hann honum arvalut í landinum, ikki so mikið sum eitt fótmál; men hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tó at hann einki barn átti. Og Guð talaði soleiðis: «Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og menn skulu trælka teir og fara illa við teimum í fýra hundrað ár. Og fólkið sum teir træla undir, skal eg døma,» segði Guð. «Og eftir tað skulu teir fara avstað og tæna mær á hesum staði.» Og hann gav honum umskeringarsáttmálan. Og so gat hann Ísak og umskar hann áttanda dagin, og Ísakur Jákup og Jákup teir tólv ættarfedrarnar. Og ættarfedrarnir øvundaðu Jósef og seldu hann til Egyptalands; men Guð var við honum og bjargaði honum út úr øllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm frammi fyri Fárao, Egyptalandskonginum, og hann setti hann at vera høvdinga yvir Egyptalandi og øllum húsi sínum. Men hungur kom um alt Egyptaland og Kánáan og stór trongd, og fedrar okkara fingu ikki føðslu. Men tá ið Jákup hoyrdi, at korn var til í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara avstað fyrru ferðina. Og aðra ferðina varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Fárao fekk at kenna ætt Jósefs. Men Jósef sendi boð eftir Jákupi, faðir sínum, og øllum ættarfólki sínum, sjúti og fimm sálum. Og Jákup fór suður til Egyptalands og hann andaðist, hann og fedrar okkara. Og teir vórðu fluttir haðan til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt fyri silvur av sonum Hemors í Sikem. Men so hvørt sum tíðin nærkaðist fyri teirri fyrijáttan, sum Guð hevði lovað Ábrahami, vaks fólkið og tók til í Egyptalandi, inntil ein annar kongur tók við ræði yvir Egyptalandi, sum einki visti um Jósef. Hann nýtti svikaráð móti ætt okkara og fór so illa við fedrum okkara, at teir noyddust at bera út smábørn síni, at tey ikki skuldu sleppa at liva. Um tað mundið varð Móses føddur, og hann var yndisligur fyri Guði. Og hann varð fostraður í húsinum hjá faðir sínum í tríggjar mánaðir. Men tá ið hann varð útborin, tók dóttir Fáraos hann upp og fostraði hann sum sín egna son. Og Móses varð upplærdur í øllum vísdómi hjá Egyptum, og hann var megnaður í orðum sínum og verkum. Men tá ið hann hevði fylt fjøruti ár, fekk hann tað í huga at finna brøður sínar, Ísraels menn. Og tá ið hann sá ein teirra verða órættaðan, kom hann honum til hjálpar og hevndi tann, sum varð illa viðfarin, og drap Egyptan. Hann hugsaði, at brøður hansara mundu skilja, at Guð gav teimum frelsu við hansara hond; men teir skildu tað ikki. Og dagin eftir kom hann til teirra, sum teir klandraðust, og vildi fáa teir til at halda frið og segði: «Góðu menn, tit eru brøður, hví gera tit hvør øðrum órætt?» Men tann, sum órættaði næsta sín, koyrdi hann frá sær og segði: «Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum? Manst tú ætla at drepa meg, soleiðis sum tú drapst Egyptan í gjár?» Við hetta orðið flýddi Móses og gjørdist útlendingur í Midianslandi, har sum hann gat tveir synir. Og tá ið fjøruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. Og tá ið Móses sá tað, undraðist hann á hesa sjón; og tá ið hann fór hagar fyri at hyggja at, ljóðaði rødd Harrans: «Eg eri Guð fedra tína, Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups.» Men Móses skalv av ræðslu og tordi ikki at hyggja at. Men Harrin segði við hann: «Loys skógvarnar av fótunum, tí at staðurin, sum tú stendur á, er heilag jørð. Skilliga havi eg sæð ta ringu viðgerð, sum fólk mítt fær í Egyptalandi, og hoyrt havi eg stynjan teirra, og eg eri nú komin oman at frelsa tey. Og kom nú, lat meg senda teg til Egyptalands.» Henda sama Móses, sum teir avnoktaðu, tá ið teir søgdu: «Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara,» hann sendi Guð bæði til høvdinga og loysnara við hendi tess eingils, sum birtist fyri honum í tornarunninum. Hesin maður førdi tey út, meðan hann gjørdi undur og tekin í Egyptalandi og í Reyðahavinum og í oyðimørkini í fjøruti ár. Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraelsmenn: «Ein profet, tílíkan sum meg, skal Guð reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.» Hetta er tann, sum í kirkjuliðinum í oyðimørkini var við einglinum, sum talaði til hansara á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; hann sum tók móti livandi orðum at geva okkum. Honum vildu fedrar okkara ikki vera lýdnir, men teir koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjørtum sínum til Egyptalands og søgdu við Áron: «Ger okkum gudar, sum kunnu ganga undan okkum, tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum Mósesi, sum førdi okkum út úr Egyptalandi. Og í teimum døgunum gjørdu teir ein kálv og bóru skurðgudinum offur, og vóru fegnir uppi yvir handaverkum sínum. Men Guð vendi sær frá teimum og læt teir fara at tæna herliði himmalsins, soleiðis sum skrivað stendur í profetabókini: «Førdu tit mær, Ísraels hús, sláturoffur og onnur offur í fjøruti ár í oyðimørkini? Og tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds, tær myndirnar, sum tit gjørdu fyri at tilbiðja tær. Og eg skal flyta tykkum burtur eystur um Bábylon.» Vitnisburðar-tjaldið høvdu fedrar okkara í oyðimørkini, soleiðis sum hann, ið talaði til Móses, hevði skipað fyri at gera tað eftir teirri fyrimynd, sum hann hevði sæð. Hetta tóku eisini fedrar okkara í arv og fluttu tað við Jósva inn í landið, sum heidningarnir sótu við, teir sum Guð rak út undan fedrum okkara, líka til Dávids dagar. Hann fann náði hjá Guði og bað um, at hann mátti finna ein bústað fyri Guði Jákups. Men Sálomon bygdi honum hús. Men ikki býr hin hægsti í tí, sum er gjørt við hondum, soleiðis sum profeturin sigur: «Himmalin er hásæti mítt, og jørðin er skammul undir fótum mínum. Hvat hús vilja tit byggja mær? sigur Harrin, ella hvør er hvíldarstaður mín? Hevur ikki hond mín gjørt alt hetta? –» Tykkara harðu svírar og óumskornu í hjørtum og á oyrum, tit standa altíð móti heilagum anda, tit eins og fedrar tykkara! Hvør var tann av profetunum, sum fedrar tykkara ikki søktu at? Og teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu um komu hins rættvísa, og svíkjarar og banamenn hansara eru tit nú vorðnir, tit sum hava fingið lógina við umboði av einglum, og tó ikki hava hildið hana!» Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teimum at hjarta, og teir bitu á kampi móti honum. Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. Og hann segði: «Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!» Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul. Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: «Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!» Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: «Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!» Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur. – |
Og Saul hevði góðan hugnað í lívláti hansara. Men tann dagin kom í ein stór atsókn móti kirkjuliðinum í Jerúsalem; og øll vórðu spjødd út um bygdir í Júdeu og Sámáriu, uttan ápostlarnir. Men nakrir menn, sum óttaðust Guð, gróvu Stefan og hildu mikla harmaklagu yvir honum. Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús. Men tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins. Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum. Og samhugað gav fólkið gætur eftir orðum Filippusar, tá ið tey hoyrdu tey og sóu tey tekin, sum hann gjørdi; tí at tað vóru mong, sum høvdu óreinar andar; teir fóru út úr teimum, rópandi við harðari rødd, og mong lamin og vanfør vórðu lekt. Og har varð stór gleði í teirri bygdini. Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt. Øll góvu sær far um hann, bæði smá og stór, og søgdu: «Hesin maður er tann Guðs kraft, sum kallast mikil.» Men tey góvu sær far um hann av teirri orsøk, at hann í langa tíð hevði gjørt tey bilsin við sínum gandakunstum. Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur. Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann. Men tá ið ápostlarnir, teir sum vóru í Jerúsalem, hoyrdu, at Sámária hevði tikið við Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes. Teir fóru oman hagar og bóðu fyri teimum um, at tey máttu fáa heilagan anda; tí at enn var hann ikki fallin á nakran teirra, men tey vóru eina doypt til navns Harrans Jesu. Síðan løgdu teir hendurnar á tey, og tey fingu heilagan anda. Men tá ið Símun sá, at heilagi andin varð givin, í tí at hendur ápostlanna vórðu álagdar, bar hann teimum pening og segði: «Gevið eisini mær handa mátt, so at hvør tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa heilagan anda!» Men Pætur segði við hann: «Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening! Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði. Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin; tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísi-fjøtri.» Men Símun svaraði og segði: «Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma yvir meg av tí, sum tit hava sagt!» Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerúsalem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámáriubúgvum. Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: «Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!» – Tað er ein oyðivegur. – Og hann stóð upp og fór. Og sí, har var ein maður úr Etiópiu, hirðmaður og høvdingi hjá Kandake, drotning Etiópiumanna, sum hevði allar dýrgripir hennara í varðveitslu; hann var komin til Jerúsalem at halda bøn. Og hann var nú á heimferðini og sat í vagni sínum og las Jesaja profet. Men andin segði við Filippus: «Far og halt teg aftur at hesum vagni!» Men Filippus fór rennandi hagar og hoyrdi hann lesa Jesaja profet; og hann segði: «Skilir tú tað, sum tú lesur?» Men hann segði: «Hvussu skal eg kunna tað, uttan at onkur leiðbeinir meg?» Og hann bað Filippus stíga upp og seta seg hjá sær. Men tað stykkið av skriftini, sum hann var við at lesa, var hetta: «Sum ein seyður varð hann leiddur til skurðar, og eins og lamb er tigandi móti tí, sum klippir tað, soleiðis letur hann ikki upp munn sín. Í neyðarstandinum varð dómur hansara avtikin; hvør kann siga frá ætt hansara, við tað at lív hansara er tikið burtur av jørðini?» Men hirðmaðurin tók til orða og segði við Filippus: «Sig mær, um hvønn sigur profeturin hetta? um seg sjálvan ella um onkran annan?» Og Filippus læt upp munn sín, og í tí hann tók undir við hesum skriftorði, fór hann at boða honum gleðiboðskapin um Jesus. Og sum teir fóru fram eftir veginum, komu teir at nøkrum vatni, og hirðmaðurin segði: «Hygg, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?» ( Og Filippus segði: «Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.» Men hann svaraði og segði: «Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.») Og hann beyð, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, bæði Filippus og hirðmaðurin, og hann doypti hann. Men tá ið teir komu upp úr aftur vatninum, rykti andi Harrans Filippus burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki meira; tí at glaður fór hann veg sín. Men Filippus varð funnin í Asdod, og hann ferðaðist um og boðaði gleðiboðskapin í øllum bygdunum, líka til hann kom til Kesareu. |
Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin og bað hann um bræv til Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til «vegin», menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem. Men tá ið hann á ferðini var komin nær til Damaskus, ljómaði knappliga eitt ljós av himni um hann; og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rødd siga við seg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?» Men hann segði: «Hvør ert tú, Harri?» Og hann svaraði: «Eg eri Jesus, sum tú søkir at. Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.» Men menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir; teir hoyrdu fullvæl røddina, men sóu ongan. Og Saul reistist upp av jørðini; men tá ið hann læt eyguni upp, sá hann einki, og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum inn í Damaskus. Og tríggjar dagar sá hann einki, og hann hvørki át ella drakk. Men í Damaskus var ein lærusveinur, sum æt Ánanias, og Harrin segði við hann í eini sjón: «Ánanias!» Og hann segði: «Sí, her eri eg, Harri!» Men Harrin segði við hann: «Statt upp og far í ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður. Og hann hevur (í eini sjón) sæð ein mann, sum eitur Ánanias, koma til sín og leggja hendurnar á seg, so at hann kundi fáa sjónina aftur!» Men Ánanias svaraði: «Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt tínum heilagu í Jerúsalem. Og her hevur hann í umboði frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn títt.» Men Harrin segði við hann: «Far tú, tí at hesin maður er mær eitt útvalt ílat til at bera navn mítt fram fyri heidningar og kongar og Ísraels børn; tí at eg vil sýna honum, hvussu mikið hann eigur at líða fyri navns míns sakir.» Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði hendurnar á hann og segði: «Saul, bróðir, Harrin hevur sent meg, Jesus, tann sum birtist fyri tær á veginum, sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur við heilagum anda.» Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl fra eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur; og hann stóð upp og varð doyptur. Og hann fekk sær mat og styrknaði. Men hann varð nakrar dagar hjá lærusveinunum í Damaskus. Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. Men øll, sum hoyrdu tað, gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Er hetta ikki tann maðurin, sum í Jerúsalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navnið, og var komin higar fyri at føra tey bundin til høvuðsprestarnar?» Men Saul styrknaði enn meira og hann tepti Jødarnar, sum búðu í Damaskus, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus. Men tá ið nógvir dagar vóru lidnir, samráddust Jødarnir um at taka hann av lívi. Men Saul fekk at vita um svikaráð teirra. Teir hildu eisini vakt um staðarliðini bæði nátt og dag, fyri at teir kundu taka hann av lívi. Men lærusveinarnir tóku hann á náttartíð og sleptu honum út um múrin, við tað at teir lestu hann niður í eini kurv. Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærusveinarnar; men øll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at hann var lærusveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar, og hann segði teimum frá, hvussu hann á veginum hevði sæð Harran, og at hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði talað frímóðiga í Jesu navni. Og hann gekk út og inn hjá teimum í Jerúsalem og talaði frímóðiga í Harrans navni. Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir høvdu í umbúna at taka hann av døgum. Men tá ið brøðurnir fingu hetta at vita, førdu teir hann oman til Kesareu og sendu hann haðan til Tarsus. So hevði nú kirkjuliðið frið um alla Júdeu og Galileu og Sámáriu og varð uppbygt og gekk fram í Harrans ótta og tók til við áminning heilaga andans. Men tað bar so til, tá ið Pætur ferðaðist um allar staðir, at hann kom eisini oman til hini heilagu, sum búðu í Lýdda. Og har hitti hann ein mann, Eneas at navni, sum í átta ár hevði ligið á seingini, og var hann lamin. Og Pætur segði við hann: «Eneas! Jesus Kristus ger teg frískan; statt upp og reið upp hjá tær sjálvum!» Og í stundini stóð hann upp. Og tey sóu hann, øll tey, sum búðu í Lýdda og Sáron, og tey vendu um til Harrans. Men í Joppe var ein lærusveinur, ein kvinna, Tabita at navni, sum, tá ið tað er útlagt, merkir hind. Hon var rík av góðum gerðum og olmussugávum, sum hon gav. Men tað hendi í teimum døgunum, at hon varð sjúk og doyði; og tey tváaðu hana og løgdu hana niðan í loftstovuna. Men við tað at Lýdda er nær við Joppe, sendu lærusveinarnir, tá ið teir frættu, at Pætur var har, tveir menn til hansara við teirri bøn: «Bíða ikki við at koma til okkara!» Og Pætur reistist og fór við teimum. Og tá ið hann var komin, fóru tey við honum niðan í loftstovuna, og allar einkjurnar stóðu rundan um hann grátandi og vístu honum allar teir kjólar og tær kápur, sum Hindin hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum. Men Pætur læt tey øll fara út, og hann fell á knæ og helt bøn; og hann vendi sær at líkinum og segði: «Tabita, reis teg upp!» Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp. Men hann rætti henni hond sína og reisti hana á føtur; og hann rópaði hini heilagu og einkjurnar og leiddi hana fram livandi. Men hetta frættist um alla Joppe, og mong trúðu á Harran. Og tað kom so at vera, at hann dvaldist nógvar dagar í Joppe hjá einum, sum æt Símun, einum garvara. |
Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, høvuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við øllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs. Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín og siga við seg: «Kornelius!» Men hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: «Hvat er tað, Harri?» Men hann segði við hann: «Bønir tínar og olmussur tínar eru farnar upp til áminnilsi hjá Guði. Og send tú nú menn til Joppe og hav boð eftir einum Símuni, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.» Men tá ið eingilin, sum talaði til hansara, var farin, rópaði hann tveir av húskøllum sínum og ein álítandi hermann av teimum, sum altíð vóru um hann; og hann segði teimum frá øllum og sendi teir til Joppe. Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bøn um middagsleitið. Og hann kendi sær stóra svongd og vildi fáa okkurt at eta. Men meðan tey gjørdu matin til, varð hann frá sær sjálvum, og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; og á honum vóru øll ferføtt djór og skriðdjór á jørðini og himmalsins fuglar. Og ein rødd kom til hansara: «Statt upp, Pætur, drep og et!» Men Pætur segði: «Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!» Og upp aftur aðra ferð kom ein rødd til hansara: «Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!» Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals. Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, sí, tá høvdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni og stóðu fyri durunum; og teir rópaðu inn og spurdu, um Símun, sum varð kallaður við tilnavninum Pætur, helt til har. Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: «Sí, tríggir menn leita eftir tær! Statt nú upp og far oman, og far avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.» Og Pætur fór oman til menninar og segði: «Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvørji eru ørindi tykkara, hví eru tit higar komnir?» Men teir søgdu: «Kornelius, ein høvuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá øllum Jødafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.» Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist. Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum úr Joppe fóru við honum. Og dagin eftir komu teir til Kesareu. Men Kornelius væntaði teir og hevði boðið frændum sínum og næstu vinmonnum saman. Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann. Men Pætur reisti hann upp og segði: «Statt upp! Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!» Og meðan hann samtalaði við hann, fór hann inn og hitti har mangar saman komnar. Og hann segði við teir: «Tit vita, hvussu ósømiligt tað er fyri ein mann, sum er Jødi, at hava samlag við ella at koma inn hjá manni av øðrum fólki; men mær hevur Guð sýnt, at eg onga menniskju skal halda vanheilaga ella óreina. Tí kom eg eisini uttan at mæla ímót, tá ið boð vórðu send eftir mær. Nú spyrji eg, av hvørji orsøk tit hava sent boð eftir mær.» Og Kornelius segði: «Fyri fýra døgum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bøn í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; og hann segði: «Kornelius, bøn tín er hoyrd, og olmussugávur tínar eru hugaðar inni fyri Guðs ásjón. Send tí boð til Joppe og fá til tín Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til í húsinum hjá Símuni garvara við sjógvin.» Tí sendi eg alt fyri eitt boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Nú eru vit tá øll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.» Men Pætur læt upp munn sín og mælti: «Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; men í einum og hvørjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður. Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, – hann er harri yvir øllum, – hitt orðið vita tit um, sum farið er út um alla Júdeu, men tók seg upp í Galileu aftan á tann dópin, sum Jóhannes prædikaði, søguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann sum gekk umkring og gjørdi væl og grøddi øll, sum vóru illa stødd av djevlinum; tí at Guð var við honum. Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjørdi bæði í Jødalandi og í Jerúsalem, hann sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ. Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum. Og hann beyð okkum at prædika fyri fólkinum og at vitna, at hann er tann, sum av Guði er skilaður til sum dómari yvir livandi og deyðum. Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.» Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir øll tey, sum hoyrdu orðið. Og hinir trúgvandi, sum umskornir vóru –, allir teir, sum vóru komnir við Pæturi – vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva heilaga andans varð úthelt eisini yvir heidningarnar; tí at teir hoyrdu tey tala í tungum og hálova Guði. Tá tók Pætur til orða: «Man nakar kunna meina vatnið, so at hesi ikki skulu verða doypt, sum hava fingið heilagan anda eins og vit?» Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. |
Men ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Júdeu, hoyrdu, at heidningar eisini høvdu tikið við Guðs orði. Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann og søgdu: «Tú ert farin inn til óumskornar menn og hevur etið saman við teimum.» Men Pætur tók undir og greiddi teimum frá øllum tilburðinum, hvørjum eftir øðrum, og segði: «Eg var staddur í bygdini Joppe og helt bøn; og eg sá eina sjón, í tí eg varð frá mær sjálvum: ein lut koma niður, nakað sum ein stóran dúk verða lestan niður eftir teimum fýra hornunum frá himlinum, og hann kom heilt tætt til mín. Og eg stardi á hann og hugdi at honum, og eg sá tá hini ferføttu djórini á jørðini og villdjór og skriðdjór og himmalsins fuglar. Og eg hoyrdi eisini eina rødd siga við meg: «Statt upp, Pætur, drep og et!» Men eg segði: «Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!» Men røddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: «Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!» Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin. Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín. Og andin segði við meg, at eg ikki skuldi ivast í at fara við teimum. Í ferðini við mær vóru eisini hesir seks brøðurnir, og vit komu inn í húsini hjá manninum. Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: «Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann skal tala orð til tín, sum tú skalt verða frelstur við og alt hús títt.» Men alt fyri eitt eg tók at tala, fell heilagi andin á tey eins og á okkum í fyrstuni. Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: «Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.» Um nú so er, at Guð hevur givið teimum somu gávu sum okkum, sum trúðu á Harran Jesus Krist, hvør var tá eg, at eg skuldi vera mentur at forða Guði?» Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Guði og søgdu: «So hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.» Tey, sum nú vóru spjødd um av teirri trongdini, sum stóðst av Stefani, fóru allan vegin líka til Fønikíu og Kýpern og Antiókiu og talaðu ikki orðið til nakran uttan bert til Jødar. Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus. Og hond Harrans var við teimum, og eitt stórt tal, sum tók við trúgv, vendi um til Harrans. Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu. Tá ið hann kom hagar og sá Guðs náði, gleddist hann, og áminti øll um at halda fast við Harran eftir hjartans ráði; tí at hann var ein góður maður og fullur av heilagum anda og trúgv; og ein stórur skari varð førdur til Harrans. Og hann fór avstað til Tarsus at leita upp Saul, og tá ið hann hevði funnið hann, fór hann við honum til Antiokíu. Og tað kom so at verða, at teir vóru saman eitt heilt ár hjá kirkjuliðinum og lærdu ein stóran skara av fólki, og í Antiokíu vórðu lærusveinarnir fyrst kallaðir kristnir. Men í teimum døgunum komu nakrir profetar oman úr Jerúsalem til Antiókiu. Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari. Men lærusveinarnir gjørdu tað av, at ein og hvør av teimum eftir sínum førimuni skuldi senda brøðrunum, sum búðu í Júdeu, nakað til hjálpar, sum teir eisini gjørdu, og teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu. |
Men um hetta mundið legði Heródes kongur hendur á nakrar av kirkjuliðinum og fór illa við teimum. Og hann tók lívið av Jákupi, bróður Jóhannesar, við svørði. Og tá ið hann sá, at Jødum líkaði hetta væl, helt hann fram og tók eisini Pætur; – men hetta var í døgum hinna ósúrgaðu breyða; – og tá ið hann hevði tikið hann, setti hann hann í fangahús og gav hann í varðveitslu hjá fýra vaktarskiftum, fýra hermenn í hvørjum, við tað at hann ætlaði sær eftir páskirnar at føra hann fram fyri fólkið. Vakt varð tá hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men bøn varð biðin til Guðs uttan íhald av kirkjuliðinum fyri honum. Men tá ið Heródes ætlaði at fara at føra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið. Og sí, eingil Harrans stóð har, og ljós skein í fangarúminum, og hann sló Pætur í síðuna og vakti hann og segði: «Skunda tær og statt upp!» Og leinkjurnar fullu av hondunum á honum. Men eingilin segði við hann: «Gyrð teg, og lat teg í skógvar tínar!» Hann so gjørdi. Og hann segði við hann: «Kasta kappan um teg og fylg mær!» Og hann fór út og fylgdi honum, og hann visti ikki, at hetta, sum eingilin gjørdi, var soleiðis í roynd og veru; men hann helt seg síggja eina sjón. Men tá ið teir høvdu gingið fram við tí fyrru og aðru vaktini, komu teir til tað jarnportrið, sum gongur út til staðin, og tað lætst upp av sær sjálvum fyri teimum, og teir fóru út um tað og gingu eina gøtu frameftir; og alt í einum skildist tá eingilin frá honum. Og tá ið Pætur kom til sín sjálvs, segði hann: «Nú veit eg av sonnum, at Harrin hevur sent eingil sín og bjargað mær úr hond Heródesar og frá øllum tí, sum Jødafólkið væntar sær.» Og tá ið hann hevði summað seg, kom hann at húsinum hjá Mariu, móður Jóhannesar, sum kallast við tilnavninum Markus, har sum nógv vóru saman komin og hildu bøn. Men tá ið hann bankaði á hurðina við útdyrnar, kom ein arbeiðiskona, sum æt Rode, út at vita, hvør ið tað kundi vera. Og tá ið hon kendi málið á Pæturi, læt hon fyri gleði ikki útdyrnar upp, men fór rennandi innar og segði frá, at Pætur stóð uttanfyri. Men tey søgdu við hana: «Tú hevur mist vitið!» Men hon helt fast við sítt, at tað var soleiðis. Tey søgdu tá: «Tað er eingil hansara.» Men Pætur helt á at banka; og tá ið tey lótu upp, sóu tey hann og vórðu ovfarin. Men hann gjørdi tekin til teirra við hondini at tiga, og greiddi teimum frá, hvussu Harrin førdi hann út úr fangahúsinum. Og hann segði: «Sigið Jákupi og brøðrunum frá hesum.» Og hann gekk út og fór burtur í annan stað. Men tá ið dagur kom, varð ikki lítil gangur á hermonnunum av tí, hvat ið var vorðið av Pæturi. Men tá ið Heródes læt leita eftir honum og ikki fann hann, helt hann rannsókn yvir varðmonnunum og beyð, at teir skuldu verða dripnir. Og hann fór úr Júdeu oman til Kesareu og varð verandi har. Men hann var ógvuliga grammur við Týringar og Sidoningar. Men teir komu samráddir til hansara og fingu Blastus, sum var hirðmaður kongsins, í lið við sær, og bóðu um frið, av tí at land teirra fekk innløgur úr landi kongsins. Men ein dagstevndan dag klæddist Heródes í kongaskrúð og settist í hásætið og helt røðu til teirra. Og fólkið rópaði til hansara: «Hetta er Guðs rødd og ikki mans rødd!» Men í tí sama sló eingil Harrans hann, av teirri søk at hann ikki gav Guði æruna, og hann varð etin upp av møðkum og andaðist. Men Guðs orð mentist og útbreiddist. Og Barnabas og Saul komu aftur úr Jerúsalem, tá ið teir høvdu útrættað ørindi síni, og tóku við sær Jóhannes, sum kallast við tilnavninum Markus. |
Men í Antiokíu, í kirkjuliðinum har, vóru nakrir profetar og lærarar, Barnabas og Símun, sum kallast Niger, og Lukíus frá Kýrene og Manaen, fosturbróðir Heródesar fjórðingshøvdinga, og Saul. Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: «Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!» Tá fastaðu teir og hildu bøn og løgdu hendurnar á teir og lótu teir fara. Tá ið teir nú soleiðis vóru sendir út av heilagum anda, fóru teir oman til Selevkíu og sigldu haðan til Kýpern. Og komnir til Salamis boðaðu teir Guðs orð í samkomuhúsunum hjá Jødum; og teir høvdu eisini Jóhannes við til hjálpar. Og tá ið teir høvdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jøda, Bar-Jesus at navni. Hann var hjá landshøvdinganum Sergiusi Paulusi, einum skilamanni. Hann kallaði Barnabas og Saul á sín fund og hevði hug at hoyra Guðs orð. Men Elymas, gandakallurin, – tí at so er navn hansara útlagt, – stóð ímóti teimum og royndi at venda landshøvdinganum burtur frá trúnni. Men Saul, sum eisini verður kallaður Paulus, varð fyltur av heilagum anda og hugdi hvassliga upp á hann og segði: «O, tú sum ert fullur av øllum sviki og alskyns illskapi, títt djevuls barn, fíggindi av øllum rættlæti, vilt tú ikki lata av at snúgva beinu vegum Harrans? Og nú, sí, hond Harrans er yvir tær, og tú skalt verða blindur og ikki síggja sólina eina tíð.» Og í stundini fell yvir hann toka og myrkur, og hann gekk umkring og trilvaði og leitaði eftir fólki at leiða seg. Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. Men teir Paulus sigldu so frá Pafos, og komu til Perge í Pamfýliu. Men Jóhannes skildist frá teimum og vendi aftur til Jerúsalem. Men teir hildu ferðini fram frá Perge og komu til Antiokíu í Pisidiu og fóru inn í samkomuhúsið hvíludagin og settust niður. Men eftir upplesturin av lógini og profetunum, sendu fyristøðumenninir fyri samkomuhúsinum boð til teirra og søgdu: «Góðu menn og brøður, um so er at tit hava okkurt áminningarorð til fólkið, so talið!» Tá reistist Paulus og gav tekin til ljóðs við hondini og mælti: «Tit Ísraels menn og tit, sum óttast Guð, lýðið á! Guð at hesum fólki, at Ísrael, valdi út fedrar okkara; og hann hevjaði upp fólkið í útlegdini í Egyptalandi og síðan førdi hann tey út haðan við upprættum armi. Og um fjøruti ár føddi og fostraði hann tey í oyðimørkini. Og hann oyddi út sjey tjóðir í Kánáanlandi og býtti land teirra sundur í arv millum teirra, okkurt um fýra hundrað og fimmti ár. Og eftir hetta gav hann teimum dómarar líka til Sámuel profet. Og síðan bóðu tey um kong, og Guð gav teimum Saul, son Kis, mann av Benjamins ætt, í fjøruti ár. Men tá ið hann hevði avsett hann, reisti hann teimum Dávid upp til kongs, sum hann eisini vitnaði um og segði: «Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir mínum hjarta, sum gera skal allan vilja mín.» Av hansara ætt læt Guð, samsvarandi fyrijáttanini, Ísrael fáa ein frelsara, Jesus, eftir tað at Jóhannes undan komu hansara hevði boðað øllum Ísraels fólki umvendingar dóp. Men tá ið Jóhannes var um at enda skeið sítt, segði hann: «Hvat halda tit meg vera? – Eg eri tað ikki; men sí, aftan á meg kemur ein annar, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.» Góðu menn og brøður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. Tí at teir, sum búgva í Jerúsalem, og ráðsharrar teirra kendu hann ikki, og við tað at teir dømdu hann, uppfyltu teir tey profetaorðini, sum hvønn hvíludag verða lisin upp. Og tó at teir onga deyðasøk funnu hjá honum, bóðu teir Pilatus um, at hann skuldi verða dripin. Men tá ið teir høvdu fullført alt tað, sum er skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum og løgdu hann í grøv. Men Guð reisti hann upp frá deyðum; og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum høvdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum nú eru vitni hansara fyri fólkinum. Og vit boða tykkum gleðiboðskapin um ta fyrijáttan, sum fedrunum varð givin, at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, børnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus; soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálminum: «Tú ert sonur mín, í dag havi eg føtt teg.» Men um tað, at hann hevur reist hann upp frá deyðum, so at hann ikki meira skal venda aftur til rot, hevur hann talað soleiðis: «Eg vil geva tykkum hinar heilagu og ósvikaligu fyrijáttanir Dávids.» Tí sigur hann eisini í einum øðrum sálmi: «Ikki skalt tú lata tín heilaga fáa at kenna rot.» Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; men tann, sum Guð reisti upp, fekk ikki at kenna rot. Tað veri tí tykkum vituligt, brøður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; og frá øllum tí, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselóg, verður hvør tann, sum trýr, rættvísgjørdur í honum. Síggið tí til, at tað ikki skal koma yvir tykkum, sum sagt er hjá profetunum: «Síggið, tykkara háðarar, og undrist og verðið til einkis, tí at eitt verk geri eg á døgum tykkara, verk sum tit als ikki vildu trúð, um onkur hevði sagt tykkum frá tí.» » – Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag. Og tá ið samkoman var endað, fylgdu mangir av Jødum og av proselýtum, sum óttaðust Guð, við Paulusi og Barnabasi; og teir talaðu til teirra og ámintu teir um at halda fast við náði Guðs. Men næsta hvíludagin kom at kalla øll bygdin saman at hoyra Harrans orð. Men tá ið Jødarnir sóu mannamúgvurnar, fyltust teir av ágrýtni og mæltu ímóti tí, sum Paulus talaði, ja, bæði mótmæltu og spottaðu. Tá tóku Paulus og Barnabas til orða og søgdu beint fram: «Tað var neyðugt, at Guðs orð fyrst varð talað til tykkara; men við tað at tit koyra tað burtur frá tykkum og ikki meta tykkum sjálvar verdar til hitt æviga lívið, sí, tá venda vit okkum til heidningarnar. Tí at soleiðis hevur Harrin boðið okkum: «Eg havi sett teg at vera ljós hjá heidningum, at tú skalt vera til frelsu heilt út til ytstu endar jarðarinnar.»» Men tá ið heidningarnir hoyrdu hetta, gleddust teir og hálovaðu orði Harrans, og teir tóku við trúgv so mangir, sum vóru ætlaðir til ævigt lív. Og orð Harrans breiddist út um alt landið. Men Jødarnir østu upp hinar ættstóru kvinnurnar, sum óttaðust Guð, og oddamenninar í staðinum, og birtu í eina atsókn móti Paulusi og Barnabasi og róku teir út um landamark síni. Men teir ristu dustið av fótum sínum móti teimum og fóru til Ikonium. Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda. |
Og nakrir komu oman frá Júdeu og lærdu brøðurnar hetta: «Um tit ikki verða umskornir eftir Móse siði, tá kunnu tit ikki verða frelstir.» Men tá ið nú kom stríð upp, og tað varð ikki lítil orðadráttur millum Paulusar og Barnabasar og teirra, tá ráddu teir av, at Paulus og Barnabas og nakrir aðrir av teimum skuldu fara niðan til Jerúsalem og hitta ápostlarnar og hinar elstu um henda spurningin. Kirkjuliðið fylgdi teimum nakað á veg, og teir fóru um Fønikíu og Sámáriu og søgdu frá umvending heidninganna, og teir gjørdu øllum brøðrunum stóra gleði. Og tá ið teir vóru komnir til Jerúsalem, vórðu teir væl fagnaðir av kirkjuliðinum og ápostlunum og hinum elstu; og teir søgdu frá, hvørji stór verk Guð hevði gjørt við teimum. Men nakrir úr Fariseara flokkinum, sum høvdu tikið við trúgv, reistust og søgdu: «Teir eiga at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselóg.» Men ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um hetta mál. Men tá ið mikil orðadráttur hevði verið um tað, reistist Pætur og segði við teir: «Góðu menn og brøður, tit vita, at fyri langt síðan ráddi Guð av tykkara millum, at heidningarnir av munni mínum skuldu hoyra orð gleðiboðskaparins og taka við trúgv. Og Guð, sum hjørtuni kennir, bar teimum vitnisburð, tá ið hann gav teimum hin heilaga andan eins og okkum; og ongan mun gjørdi hann millum okkara og teirra, við tað at hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra. Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvørki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.» Tá tagdi øll mannamúgvan, og tey lýddu á Barnabas og Paulus, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Guð hevði gjørt heidninganna millum við teimum. Og tá ið teir vóru lidnir at tala, tók Jákup til orða og segði: «Góðu menn og brøður, hoyrið meg! Símun hevur greitt frá, hvussu Guð í fyrstuni hevði umhugsan um at taka navni sínum eitt fólk millum heidninganna; og við hetta samsvara orð profetanna, soleiðis sum skrivað stendur: «Eftir hetta skal eg venda aftur og endurreisa hina falnu tjaldbúð Dávids, og tað, sum er niðurrivið av henni, skal eg byggja upp aftur og seta upp av nýggjum, so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og øll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,» sigur Harrin, sum hetta ger, sum kunnigt er frá upphavi. Tí haldi eg, at ikki eigur at verða tyngt um hjá teimum, sum av heidningunum venda um til Guðs; men at tað eigur at verða skrivað til teirra, at teir skulu halda seg frá allari óreinsan av skurðgudum og frá hordómi og frá tí, sum er kvalt, og frá blóði; tí at Móses hevur frá fornum tíðum í hvørji bygd teir, sum prædika hann, við tað at hann verður lisin upp í samkomuhúsunum hvønn hvíludag.» Tá samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við øllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn brøðranna millum. Og teir skrivaðu hetta við teimum: «Ápostlarnir og hinir elstu, brøðurnir, senda brøðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína. Av tí at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, so hava vit á einum máli samtykt at senda menn, sum til tess eru valdir, til tykkara saman við okkara elskuligu Barnabasi og Paulusi, teimum monnum, sum hava sett lív sítt í váða fyri várs Harra Jesu Krists navns skuld. Vit hava tí sent Judas og Silas, og teir skulu eisini munnliga boða tykkum tað sama; tí at heilagi andin og vit hava samtykt ikki at leggja aðra byrði á tykkum uttan hetta, sum neyðturvuligt er: at tit halda tykkum frá skurðgudaofrum og frá blóði og frá kvaldum og frá hordómi. Um tit varnast hetta, skal tykkum gangast væl. Heilir og sælir!» Teir vórðu tá latnir avstað og komu oman til Antiokíu, og teir kallaðu alt fólkið saman og fingu teimum brævið. Men tá ið tey lósu tað, vórðu tey glað um hesa ugganina. Og Judas og Silas, sum sjálvir eisini vóru profetar, ámintu brøðurnar við mongum orðum og styrktu teir. Og tá ið teir høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara avstað aftur í friði til teirra, sum høvdu sent teir. [Men Silas setti sær fyri at verða verandi har]. Men Paulus og Barnabas steðgaðu í Antiokíu og lærdu og boðaðu saman við mongum øðrum orð Harrans. Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, segði Paulus við Barnabas: «Latum okkum fara avstað aftur og vitja brøðurnar í hvørji bygd, har sum vit boðaðu orð Harrans, fyri at vita, hvussu teimum veit við.» Men Barnabas vildi eisini taka Jóhannes, sum kallaðist Markus, við. Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum skildist frá teimum í Pamfýliu og ikki fylgdist við teimum í arbeiðið. Har varð tá skarpur tvídráttur, so at teir skildust hvør frá øðrum, og Barnabas tók Markus við sær og sigldi til Kýpern. Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av brøðrunum. Og hann fór um Sýriuland og Kilikíu og styrkti kirkjuliðini. |
Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jødaætt, men faðirin var grikskur. Hann hevði gott ummæli hjá brøðrunum í Lýstru og Ikonium. Hann vildi Paulus hava við í ferðini við sær, og hann tók og umskar hann fyri Jødanna skuld, sum vóru har á teimum støðunum; tí at teir vistu allir, at faðir hansara var Grikki. Men sum teir ferðaðust um bygdirnar, løgdu teir fram fyri tey at halda tey boðini, sum samtykt vóru av ápostlunum og hinum elstu í Jerúsalem. So vórðu nú kirkjuliðini styrkt í trúnni, og tey tóku til í tali dag frá degi. Og teir fóru um Frýgíu og Galataland, av tí at teir av heilaga andanum vórðu hildnir frá at tala orðið í Ásiu. Og tá ið teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki. Og teir fóru tá fram við Mýsiu og komu oman til Troas. Og um náttina birtist ein sjón fyri Paulusi: ein makedóniskur maður stóð hjá honum og bað hann og segði: «Kom yvirum til Makedóniu og hjálp okkum!» Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin. Vit løgdu so út frá Troas og sigldu beina leiðina til Samotrake, og dagin eftir til Neapolis; og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í tí partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd. Í hesi bygdini dvaldu vit nakrar dagar. Og hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bønahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar, sum har komu saman. Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta hennara, so at hon gav gætur eftir tí, sum Paulus talaði. Og tá ið hon var doypt og hús hennara, bað hon og segði: «Um tit halda meg vera Harranum trúgva, tá komið inn í hús mítt og verðið har.» Og hon noyddi okkum. Men tað bar so til, tá vit gingu út á bønahaldsstaðin, at okkum møtti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa. Hon elti Paulus og okkum og rópaði og segði: «Hesir menninir eru tænarar hins hægsta Guðs, og teir boða tykkum frelsuvegin!» Hetta gjørdi hon fleiri dagar. Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: «Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!» Og hann fór út í stundini. Men tá ið húsbøndur hennara sóu, at vón teirra um vinning var farin, tóku teir hendur á Paulus og Silas og drógu teir fram á torgið fyri yvirmenninar. Og teir fóru við teimum til stýrismenninar og søgdu: «Hesir menninir loypa heilt røring í bygd okkara; teir eru Jødar og boða siðir, sum tað ikki loyvist okkum, sum eru Rómverjar, hvørki at taka við ella fylgja.» Og mannamúgvan reistist móti teimum, og stýrismenninir skræddu klæðini av teimum og buðu, at teir skuldu verða bardir við støvum. Og tá ið teir høvdu sligið teir nógv sløg, kastaðu teir teir í fangahús og løgdu fangavaktaranum dýran við at ansa væl eftir teimum. Og tá ið hann hevði fingið slík boð, kastaði hann teir í hitt innara fangahúsið og setti føtur teirra fastar í stokkin. Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bøn og sungu Guði lovsangir, og fangarnir lýddu á teir. Tá kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvøllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av øllum. Men fangavaktarin stakk upp úr svøvni, og tá ið hann sá fangahúsdyrnar opnar, dró hann svørðið og ætlaði at drepa seg sjálvan, av tí at hann hugsaði, at fangarnir vóru rýmdir. Men Paulus rópaði við harðari rødd og segði: «Ger ikki tær sjálvum nakað mein; tí at vit eru her allir!» Og hann bað um ljós og leyp inn, og ræðslusligin fell hann Paulusi og Silasi til fóta; og hann leiddi teir út og segði: «Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?» Men teir søgdu: «Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.» Og teir talaðu Harrans orð fyri honum og fyri øllum í húsi hansara. Og hann tók teir til sín hesa somu náttarstundina og vaskaði sár teirra eftir sløgini, og hann varð sjálvur doyptur og øll hansara tá við tað sama. Og hann fór við teimum niðan í hús sítt og læt borðreiða fyri teimum og gleddist, tí at hann við øllum húsi sínum hevði tikið við trúgv á Guð. Men tá ið dagur kom, sendu stýrismenninir sveinarnar og søgdu: «Sleppið hasum monnunum leysum!» Fangavaktarin bar Paulusi hesi orðini: «Stýrismenninir hava sent boð um, at tit skulu verða sleptir leysir; gangið tí nú út og farið í friði!» Men Paulus segði við teir: «Teir hava fyri alra manna eygum bart okkum, tó at vit eru rómverskir menn, og kastað okkum í fangahús; og nú ætla teir at reka okkum burtur í loyndum. Nei, ikki skal tað vera so, men komi teir sjálvir og føri okkum út!» Men sveinarnir bóru stýrismonnunum hesi orðini. Og ótti kom á teir, tá ið teir hoyrdu, at teir vóru rómverskir menn. Og teir komu og talaðu blídliga við teir og førdu teir út og bóðu teir fara burtur úr bygdini. Og tá ið teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og tá ið teir høvdu hitt brøðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað. |
Men tá ið teir høvdu ferðast gjøgnum Amfipolis og Appollóniu, komu teir til Tessalóniku, har sum Jødar høvdu samkomuhús. Og soleiðis sum hann var vanur, fór Paulus inn til teirra, og tríggjar hvíludagar upp í slag talaði hann við teir út av skriftunum, og týddi og greiddi fyri teimum, at Kristus átti at líða og rísa upp frá deyðum, og, segði hann: «Hesin Jesus, sum eg boði tykkum, hann er Kristus.» Og nakrir av teimum vórðu sannførdir og fóru í felag við Paulusi og Silasi, og eisini ein stórur flokkur av teimum Grikkum, sum óttaðust Guð, og ikki fáar av teimum hábornastu kvinnunum. Men yvri kom í Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjørdu uppstig og loyptu staðin í røring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at føra teir út til fólkið. Men tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jason og nakrar brøður fram fyri býarstýrið og rópaðu: «Menninir, sum hava sett allan mannaheimin í uppreist, teir eru nú eisini komnir higar. Og Jason hevur tikið móti teimum, og allir hesir menn gera beint móti boðum keisarans, við tað at teir siga, at ein annar er kongur, og tað er Jesus.» Og teir loyptu ræðslu á mannamúgvuna og býarstýrið, sum hoyrdi hetta. Og tá ið teir høvdu tikið veður fyri Jason og hinar, lótu teir teir sleppa. Og við tað sama sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Berøu, og tá ið teir vóru komnir hagar, fóru teir inn í samkomuhúsið hjá Jødum. Men hesir vóru meira góðviljaðir enn teir í Tessalóniku, og teir tóku móti orðinum við sera góðum huga og rannsakaðu dagliga skriftirnar, um hetta var soleiðis. Mangir av teimum tóku tá við trúgv og ikki fá av hábornum grikskum kvinnum og monnum. Men tá ið Jødarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Berøu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her røring og øsing í mannamúgvurnar. Men alt fyri eitt sendu tá brøðurnir Paulus avstað, at hann skuldi halda leiðini líka at havinum; men bæði Silas og Timoteus vórðu verandi eftir har. Men teir, sum fluttu Paulus, førdu hann líka til Aten, og tá ið teir høvdu fingið boð við aftur til Silasar og Timoteusar, at teir sum skjótast skuldu koma til hansara, fóru teir avstað. Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum. Hann talaði tí í samkomuhúsinum við Jødarnar og við teir, sum óttaðust Guð, og á torginum hvønn dag við teir, sum hann har hitti við. Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: «Hvat man hasin geiparin hava at siga?» og aðrir hildu fyri: «Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;» av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: «Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? Tí at tað er nakað undarligt, sum tú letur koma fyri oyruni á okkum; tí vilja vit fáa at vita, hvat ið hetta hevur at týða.» Men allir Atenmenn og fremmandir, sum búðu har, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra okkurt nýtt. Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: «Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: «Ókunnum gudi.» Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum: Guð, sum gjørdi heimin og alt, sum í honum er, hann sum er harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjørdum við hondum; ikki heldur verður honum tænað av mannahondum, sum at honum skuldi verið tørvur á nøkrum, tí at hann sjálvur gevur øllum lív og anda og allar lutir. Og hann hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum; tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit; soleiðis sum eisini nøkur av skaldunum hjá tykkum hava sagt: «Tí at vit eru eisini hans ætt.» Men við tað at vit eru Guðs ætt, tá mega vit ikki halda, at guddómurin er líkur gulli ella silvuri ella steini, eini mynd, gjørdari av manna hegni og hugsan. Tá ið nú Guð hevur havt tol við hinum vankunnu tíðunum, so boðar hann nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um, við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum.» Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: «Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.» So statt fór Paulus burtur frá teimum. Men nakrir menn, sum hildu sær til hansara, tóku trúgv; teirra millum var eisini Dionýsius, ein av ráðsmonnunum á Areopagos, og ein kona, Damaris at navni, og onnur við teimum. |
Eftir hetta fór hann úr Aten og kom til Korint. Og har hitti hann ein Jøda, Akvilas at navni, ættaðan frá Pontus, sum var nýkomin frá Itáliu, og Priskillu, konu hansara; tí at Klaudius hevði boðið, at allir Jødar skuldu fara burtur úr Róm. Hann fór til teirra, og av tí at báðir høvdu sama handaverk, kom hann at búgva hjá teimum, og teir arbeiddu saman, tí at yrki teirra var at gera tjøld. Men hann hevði samtalur í samkomuhúsinum hvønn hvíludag, og sannførdi bæði Jødar og Grikkar. Men tá ið teir Silas og Timoteus komu oman frá Makedóniu, gjørdi Paulus einki annað uttan talaði, og hann vitnaði fyri Jødunum, at Jesus var Kristus. Men tá ið teir stóðu ímót og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: «Blóð tykkara komi yvir høvur tykkara! Eg eri reinur; frá hesi stund fari eg til heidningarnar.» Og hann fór burtur haðan og kom inn í húsið hjá einum manni, sum æt Titus Justus og sum dýrkaði Guð, og hús hansara var tætt upp at samkomuhúsinum. Men Krispus, fyristøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, trúði á Harran saman við øllum húsi sínum; og mangir av Korintmonnunum, sum lýddu á, tóku trúgv og vórðu doyptir. Men Harrin segði um náttina í eini sjón við Paulus: «Óttast ikki, men tala og tig ikki! Tí at eg eri við tær, og eingin skal leggja hond á teg fyri at gera tær mein, tí at eg eigi nógv fólk í hesum staði.» Og hann varð búgvandi har eitt ár og seks mánaðir og lærdi Guðs orð millum teirra. Men tá ið Gallio var landshøvdingi í Akkeu, reistust Jødarnir samhugaðir móti Paulusi og førdu hann fyri dómstólin og søgdu: «Hesin maðurin fær fólk til at dýrka Guð tvørtur ímót lógini.» Men tá ið Paulus ætlaði at lata munnin upp, segði Gallio við Jødarnar: «Hevði tað verið onkur órættur ella onkur illgerð, tá hevði verið góð grund hjá mær at lurta eftir tykkum í tolni, tit Jødar; men eru tað trætumál um læru og nøvn og ta lóg, sum tit hava, tá gerið tit sjálvir tað av; dómari í slíkum málum vil eg ikki vera.» Og hann rak teir burtur frá dómstólinum. Men tá tóku teir allir Sostenes, fyristøðumannin fyri samkomuhúsinum, og bardu hann framman fyri dómstólin. Og Gallio læt alt hetta ikki við seg koma. Men Paulus varð verandi har enn mangar dagar; síðan heilsaði hann brøðrunum til burturferðar og sigldi til Sýriulands, og við honum Priskilla og Akvilas; – áður hevði hann í Kenkreu latið klippa sær av høvdinum, tí at hann hevði eitt lyfti á sær. – Og tey komu til Efesus, og har læt hann tey verða eftir; men sjálvur fór hann inn í samkomuhúsið og hevði samtalur við Jødarnar. Men tá ið teir bóðu hann steðga har eitt sindur longur, samtykti hann ikki í tí, men heilsaði teimum og segði: «Eg skal koma aftur til tykkara, um Guð vil.» Og hann sigldi so út frá Efesus. Og hann kom til Kesareu, og hann helt ferðini niðan og heilsaði kirkjuliðinum og fór so oman til Antiokíu. Og tá ið hann hevði dvalt har eina tíð, fór hann avstað og ferðaðist bygd úr bygd um alt Galataland og Frýgíu og styrkti allar lærusveinarnar. Men ein Jødi, Ápollos at navni, ættaður úr Aleksandriu, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til Efesus. Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hesin maður tók at tala djarvliga í samkomuhúsinum, og tá ið Priskilla og Akvilas hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og greiddu Guðs veg gjøllari fyri honum. Men tá ið hann hevði hug at fara yvirum til Akkeu, elvdu brøðurnir honum til og skrivaðu til lærusveinarnar at taka ímót honum. Og komin hagar var hann við Guðs náði hinum trúgvandi til stóra hjálp; tí at menniliga tepti hann Jødarnar so øll hoyrdu, og prógvaði út av skriftunum, at Jesus var Kristus. |
Men tað bar so til, meðan Ápollos var í Korint, at Paulus, tá ið hann hevði ferðast um hinar ovaru landslutirnar, kom til Efesus og hitti har nakrar lærusveinar; og hann segði við teir: «Fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?» Men teir søgdu við hann: «Nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi er til.» Og hann segði við teir: «Hvørjum dópi eru tit tá doyptir við?» Teir søgdu: «Við dópi Jóhannesar!» Men Paulus segði: «Jóhannes doypti við umvendingar dópi, í tí hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á tann, sum kom eftir hann, tað er á Jesus.» Men tá ið teir hoyrdu tað, lótu teir seg doypa til navns Harrans Jesu. Og tá ið Paulus legði hendurnar á teir, kom heilagi andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu. Men teir vóru í alt okkurt um tólv menn. Og hann gekk inn í samkomuhúsið og í tríggjar mánaðir talaði hann har treystliga, við tað at hann samtalaði við teir og sannførdi teir um tað, sum hoyrir til Guðs ríki. Men tá ið nakrir forherðaðust og ikki vildu trúgva og talaðu ilt um vegin, so fjøldin av fólkinum hoyrdi, sleit hann felagsskap við teir og skildi lærusveinarnar frá teimum og helt dagliga samrøður í skúla Týrannusar. Og hetta vardi við í tvey ár, so at øll tey, sum búðu í Ásiu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. Og Guð gjørdi óvanlig kraftarverk við hondum Paulusar, so at fólk enntá tóku sveittadúkar ella svintur, sum hann hevði havt á kroppinum, og bóru tey til tey sjúku, og sjúkdómarnir viku frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út úr teimum. Men eisini nakrir av teimum Jødum, sum struku um og mánaðu, tóku sær fyri at nevna Harrans Jesu navn yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar, í tí teir søgdu: «Eg máni tykkum við tí Jesusi, sum Paulus prædikar!» Men teir, sum hetta gjørdu, vóru sjey synir hjá Skevas, einum høvuðspresti av jødiskari ætt. Men hin illi andin svaraði og segði við teir: «Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit?» Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir og fekk teir báðar undir seg og tuskaði teir so av, at teir flýddu naknir og særdir út úr húsinum. Men hetta varð kunnigt fyri øllum, bæði Jødum og Grikkum, sum búðu í Efesus, og ótti fell á tey øll, og navn Harrans Jesu varð hálovað. Og mong av teimum, sum høvdu tikið við trúgv, komu og gingu við og søgdu frá gerningum sínum. Og almong av teimum, sum høvdu gjørt gand, bóru bøkurnar saman og brendu tær, so øll sóu; og tey roknaðu saman virðið á teimum og fingu tað at vera fimmti túsund silvurpeningar. So veldiliga vaks og styrknaði orð Harrans. Tá ið hetta var liðugt, setti Paulus sær í andanum fyri at ferðast um Makedóniu og Akkeu og síðan at fara til Jerúsalem, og, segði hann: «Aftan á at eg havi verið har, eigi eg eisini at síggja Róm.» Og hann sendi til Makedóniu tveir av teimum, sum vóru honum til hjálpar, Timoteus og Erastus; men sjálvur steðgaði hann eina tíð í Ásiu. Men hesa tíðina gjørdist ikki lítil uppreist viðvíkjandi veginum. Tí at har var ein maður, Demetrius at navni; hann var silvursmiður; hann gjørdi Artemisar tempul úr silvuri og veitti smiðunum ikki lítlan vinning. Hesar kallaði hann saman og teir arbeiðismenn, sum arbeiddu við tílíkum, og segði: «Góðu menn, tit vita, at tað er av hesum arbeiði, at vit hava okkara góðu inntøku. Og tit síggja og hoyra, at ikki bert í Efesus, men at kalla um alla Ásiu hevur hesin Paulus við yvirtalan síni fingið villleitt ein stóran hóp av fólki, við tað at hann sigur, at tað ikki eru gudar, teir sum verða gjørdir við hondum. Men vandin er ikki bert tann, at hetta yrki okkara skal koma í ringt orð, men eisini, at templið hjá hini stóru gudinnu Artemis einki skal verða virt, og at hátign hennara verður spilt, sum øll Ásia og mannaheimurin dýrkar.» Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir heilt illir og rópaðu og søgdu: «Mikil er Artemis Efesusmanna!» Og allur staðurin kom í røring og tey tustu øll sum eitt at leikhøllini og tóku við sær Gajus og Aristarkus, menn úr Makedóniu, ferðafelagar Paulusar. Tá ið Paulus vildi fara inn í mannatrongdina, vildu lærusveinarnir ikki loyva honum tað. Men nakrir av Ásiarkunum, sum vóru vinmenn hansara, sendu eisini boð til hansara og bóðu hann um ikki at hætta sær inn í leikhøllina. Summi rópaðu tá eitt og summi annað; tí at ørskapur var í samkomuni, og tey flestu vistu ikki, av hvørji orsøk tey vóru saman komin. Men tey drógu Aleksander út úr flokkinum, av tí at Jødarnir skúgvaðu hann fram. Men Aleksander gjørdi tekin við hondini at fáa ljóð og vildi halda eina varnarrøðu fyri fólkinum. Men tá ið tey fingu at vita, at hann var Jødi, varð eitt einmælt róp á øllum, og út ímót tveimum tímum rópaðu tey: «Mikil er Artemis Efesusmanna!» Men býskrivarin fekk flokkin at sissast og segði: «Efesusmenn, hvør er tann maður, sum ikki veit, at staður Efesusmanna er tempulverji fyri hina miklu Artemis og hina himinfalnu mynd? Tá ið nú hetta ikki kann verða mælt ímót, so eiga tit at vera hóvligir og ikki at leypa framav. Tí at tit hava ført hesar menn higar, sum hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu okkara. Hava nú Demetrius og teir smiðirnir, sum við honum eru, kærumál móti nøkrum, tá verða tingdagar hildnir og landshøvdingar eru til; klagi teir so hvør annan! Men um so er, at tit hava nakað at krevja í øðrum málum, tá skal tað verða avgjørt á lógligum fundi. Tí at vandi er enntá fyri, at vit skulu verða klagaðir fyri uppreist fyri hetta, sum hent er í dag, við tað at eingin grund er at finna, sum vit kunnu nýta, um vit skulu gera greiðu fyri hetta uppstigið.» Og við at siga hetta fekk hann samkomuna at skiljast. |
Men aftan á at hesin gangurin var stilnaður, sendi Paulus boð eftir lærusveinunum og áminti teir, heilsaði teimum og fór avstað á ferð til Makedóniu. Og tá ið hann hevði ferðast um hesar landslutir og hevði ámint tey við mongum orðum, kom hann til Grikkalands. Har varð hann tríggjar mánaðir; og tá ið svikaráð vórðu løgd upp móti honum av Jødunum, líka sum hann ætlaði sær at fara sjóvegin til Sýriulands, tók hann tað ráð at leggja afturferðina um Makedóniu. Og honum fylgdu líka til Ásiu Sopater, sonur Pýrrusar, úr Berøu, og av Tessalónikumonnum Aristarkus og Sekundus, og Gajus úr Derbe og Timoteus og Ásiumenninir Týkíkus og Trofimus. Hesir fóru undan og bíðaðu okkum í Troas. Men aftan á halguna «hini ósúrgaðu breyðini» sigldu vit út frá Filippi, og vit komu fimm dagar eftir til teirra í Troas, og har steðgaðu vit sjey dagar. Men tá ið vit fyrsta dagin í vikuni vóru saman komin at bróta breyðið, samtalaði Paulus við tey, av tí at hann ætlaði at fara avstað dagin eftir, og hann toygdi taluna út líka at midnátt. Men tað vóru nógvar lampur í loftstovuni, har sum vit vóru saman komin. Men í vindeyganum sat ein unglingi sum æt Evtýkus, á hann kom tungur svøvnur, og tá ið Paulus drýggjaði samtaluna so leingi, datt hann, avkomin í svøvni, oman av triðja lofti og varð tikin upp andleysur. Men Paulus fór oman og kastaði seg yvir hann og tók hann í føvningin og segði: «Gerið ongan háva, tí at sálin er í honum.» Men hann fór niðan aftur og breyt breyðið og át av tí og talaði enn eina langa stund líka út móti lýsing, og so fór hann avstað. Men teir bóru dreingin burtur livandi og vóru ikki lítið troystaðir. Men vit, sum vóru farnir undan umborð í skipið, sigldu til Assus og ætlaðu at taka Paulus umborð har; tí at soleiðis hevði hann skipað fyri, av tí at hann sjálvur ætlaði at koma til gongu. Og tá ið hann hitti okkum í Assus, tóku vit hann umborð og komu til Mitýlene. Og haðan sigldu vit og komu dagin eftir beint áraka Kios; og annan dagin løgdu vit at Samos og næsta dagin komu vit til Milet. Tí at Paulus hevði gjørt av at sigla uttan um Efesus, fyri at hann ikki skuldi koma at verða tarnaður í Ásiu; tí at hann skundaði sær, um tað kundi vera gjørligt hjá honum, at koma til Jerúsalem hvítusunnudagin. Men frá Milet sendi hann boð til Efesus og kallaði til sín hinar elstu av kirkjuliðinum. Og tá ið teir vóru komnir til hansara, segði hann við teir: «Tit vita, hvussu atferð mín hevur verið hjá tykkum alla tíðina frá fyrsta degi, eg kom til Ásiu, at eg tænaði Harranum í allari eyðmýkt og við tárum og í teimum royndum, sum mær hava verið fyri av svikaráðum Jødanna; hvussu eg ikki havi borið meg undan at boða tykkum nakað av tí, sum kundi vera tykkum at gagni, og at læra tykkum bæði opinberliga og heima við hús; við tað at eg vitnaði bæði fyri Jødum og Grikkum um umvendingina til Guðs og trúnna á Harra váran Jesus Krist. Og nú, sí, bundin í andanum eri eg á ferð til Jerúsalem og veit ikki, hvat ið har skal møta mær, bert, at heilagi andin bygd eftir bygd vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær. Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guðs náði. Og nú, sí, eg veit, at tit ikki meira skulu síggja andlit mítt, allir tit, sum eg gekk ímillum og boðaði ríkið. Tess vegna vitni eg fyri tykkum henda dagin í dag, at eg eri reinur fyri alra manna blóð; tí at eg bar meg ikki undan at boða tykkum alt Guðs ráð. Gevið gætur um tykkum sjálvar og um alt tað fylgið, sum heilagi andin hevur sett tykkum sum tilsjónarmenn fyri, til at røkta Harrans kirkjulið, sum hann hevur vunnið sær við sínum egna blóði. Eg veit, at aftan á burturferð mína skulu koma inn millum tykkara villir vargar, sum ikki eira fylginum; og frá tykkum sjálvum munnu menn stíga upp, sum tala tað, ið øvugt er, fyri at lokka lærusveinarnar aftan á seg. Vakið tí, og minnist til, at eg í trý ár, nátt og dag, ikki havi hildið uppat við tárum at áminna ein og hvønn. Og nú gevi eg tykkum yvir til Guðs og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru. Eg havi ikki girnast silvur ella gull ella klæði hjá nøkrum manni. Tit vita sjálvir, at hesar hendur hava arbeitt fyri alt tað, sum mær sjálvum var tørvur á og teimum, sum við mær vóru. Í øllum lutum sýndi eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og vera teimum veiku til hjálpar og minnast orð Harrans Jesu, at hann sjálvur hevur sagt: «Sælari er at geva enn at taka.» » Og tá ið hann hevði sagt hetta, fell hann á síni knæ og helt bøn saman við teimum øllum. Tá varð har so sárur grátur av øllum, og teir hálsfevndu Paulus og kystu hann, og mest sorgartungir vóru teir av tí orði, sum hann hevði sagt, at teir ikki meira skuldu síggja andlit hansara. So fylgdu teir honum til skipið. |
Men tá ið vit høvdu slitið okkum frá teimum og vóru sigldir avstað, hildu vit beina leið til Kos, og næsta dagin til Rodus og haðan til Patara. Har hittu vit við eitt skip, sum skuldi fara yvir um til Fønikíu, og vit fóru so umborð í tað og sigldu avstað. Men tá ið vit høvdu fingið sýni av Kýpern og høvdu lagt hana aftur um okkum á bakborðssíðu, sigldu vit til Sýriulands og løgdu at landi í Týrus; tí at har skuldi skipið leggja farmin upp. Og tá ið vit høvdu leitað upp lærusveinarnar, vórðu vit verandi har sjey dagar; hesir søgdu av andanum Paulusi, at hann ikki skuldi fara niðan til Jerúsalem. Men tá ið vit høvdu verið har teir dagarnar at enda, fóru vit avstað og hildu leiðini longur fram, og teir allir, við konum og børnum, fylgdu okkum heilt út um staðin, og vit fullu á knæ í fjøruni og hildu bøn, og heilsaðu hvør øðrum; og vit fóru umborð í skipið, og hini vendu heim aftur til sín sjálvs. Vit fullførdu nú siglingina og komu frá Týrus til Ptolemais; og vit heilsaðu brøðrunum og steðgaðu ein dag hjá teimum. Men dagin eftir fóru vit avstað haðan og komu til Kesareu, og vit fóru inn við hús hjá Filippusi evangelisti, sum var ein av teimum sjey, og vit vórðu verandi hjá honum. Hann átti fýra ógiftar døtur, sum profeteraðu. Men tá ið vit dvaldu har fleiri dagar, kom ein profetur oman frá Júdeu, Agabus at navni. Og hann kom til okkara og tók beltið hjá Paulusi og bant seg sjálvan um hendur og føtur og segði: «Hetta sigur heilagi andin: Tann mannin, sum hetta beltið eigur, skulu Jødarnir soleiðis binda í Jerúsalem og geva hann upp í heidna manna hendur.» Tá ið vit hoyrdu hetta, bóðu bæði vit og teir, sum har búðu, hann um ikki at fara niðan til Jerúsalem. Tá tók Paulus til orða og segði: «Hví gera tit hetta, at tit gráta og taka dirvið úr hjarta mínum? Tí at eg eri til reiðar ikki bert at verða bundin, men eisini at lata lívið í Jerúsalem fyri Harrans Jesu navns skuld.» Men tá ið hann ikki læt seg tala frá, tagnaðu vit og søgdu: «Verði vilji Harrans!» Tá ið hesir dagarnir vóru farnir, gjørdu vit okkum til og fóru niðan til Jerúsalem. Og nakrir av lærusveinunum úr Kesareu vóru í ferðini við okkum, og teir fóru við okkum til hansara, sum vit skuldu gista hjá, Mnason frá Kýpern, sum var gamal lærusveinur. Og tá ið vit komu til Jerúsalem, tóku brøðurnir við gleði móti okkum. Og dagin eftir gekk Paulus saman við okkum til Jákups, og allir hinir elstu komu hagar. Og tá ið hann hevði heilsað teimum, greindi hann teimum hvørt eftir annað alt tað, sum Guð hevði gjørt heidninganna millum við tænastu hansara. Men tá ið teir hoyrdu tað, lovaðu teir Guði, og teir søgdu við hann: «Tú sært, bróðir, hvussu mong túsund tað eru av Jødunum, sum hava tikið við trúgv, og allir eru teir vandnir um lógina. Men teir hava frætt um teg, at tú lærir allar Jødar, sum búgva heidninganna millum, fráfall frá Mósesi og sigur, at teir hvørki skulu umskera børnini ella fylgja siðunum. Hvat er tá at gera? (Ivaleyst man stór mannfjøld koma saman); tí at tey fáa at frætta, at tú ert komin. Ger tí nú hetta, sum vit siga tær. Her hjá okkum eru fýra menn, sum hava eitt lyfti á sær. Tak teir við tær og reinsa teg saman við teimum, og ber tú kostnaðin fyri teir, so at teir kunnu raka sær um høvdið; so kunnu tá øll skilja, at einki er í tí, sum tey hava frætt um teg, men at tú sjálvur eisini bert teg soleiðis at, at tú heldur lógina. Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi.» Tá tók Paulus menninar við sær, og dagin eftir, tá ið hann hevði latið seg reinsa saman við teimum, gekk hann inn í halgidómin og segði frá, nær reinsunardagarnir skuldu vera á enda, tá ið ofrið skuldi verða borið fram fyri ein og hvønn teirra. Men tá ið teir sjey dagarnir liðu at enda, fingu Jødar frá Ásiu at síggja hann í halgidóminum, og teir østu alla mannamúgvuna upp og løgdu hendur á hann, og rópaðu: «Tit, Ísraelsmenn, komið til hjálpar! Hetta er maðurin, sum allar staðir lærir øll móti fólkinum og lógini og hesum staði; og har aftrat hevur hann eisini ført Grikkar inn í halgidómin og gjørt henda heilaga staðin óreinan.» Tí at teir høvdu áður sæð Efesusmannin Trofimus í staðinum saman við honum, og hann hildu teir Paulus hava ført inn í halgidómin. Og allur staðurin kom í røring, og har varð samanlop av fólki, og teir tóku Paulus og drógu hann út úr halgidóminum, og alt fyri eitt vórðu dyrnar afturlatnar. Men meðan teir royndu at taka hann av lívi, vórðu boð send niðan til herhøvdingan fyri vaktarhaldinum, at heila Jerúsalem var í øsing. Hann tók alt fyri eitt hermenn og høvuðsmenn við sær og rann oman til teirra; men tá ið teir sóu herhøvdingan og hermenninar, góvust teir at berja Paulus. Herhøvdingin kom tá til og tók hann og beyð, at hann skuldi verða bundin við tveimum leinkjum; og hann spurdi hann, hvør hann var, og hvat hann hevði gjørt. Men summir í mannamúgvuni rópaðu eitt og summir annað; og tá ið hann ikki kundi fáa nakað reiðuliga at vita fyri óljóðinum, ið har var, beyð hann, at hann skuldi verða førdur inn í borgina. Men tá ið hann kom niðan í trappurnar, var tað soleiðis vorðið, at hermenninir máttu bera hann, slík var øðin í múgvuni. Tí at mannamúgvan fylgdi aftaná og rópaði: «Burtur við honum!» Men í tí at Paulus skuldi verða førdur inn í borgina, sigur hann við herhøvdingan: «Loyvist mær at tala eitt orð við teg?» Men hann segði: «Dugir tú grikskt? Ert tú meðni ikki tann Egyptin, sum eina tíð her fyri gjørdi uppreist og fór við fýra túsund drápsmonnum út í oyðimørkina?» Tá segði Paulus: «Eg eri Jødi, frá Tarsus, borgari í einum ikki ógitnum staði í Kilikíu. Men eg biði teg: Gev mær loyvi at tala til fólkið!» Og tá ið hann gav honum loyvi, steig Paulus fram á trappunum og bað sær ljóð hjá fólkinum við hondini. Og tá ið tað var vorðið heilt kvirt, talaði hann til teirra á hebráiskum máli og segði: |
«Tit, brøður og feður! Lýðið nú á varnartalu mína til tykkara!» Men tá ið teir hoyrdu hann tala til teirra á hebráiskum máli, vórðu teir enn meira kvirrir, og hann sigur: «Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikíu, men aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, og eg var vandlátur fyri Guði, eins og tit allir eru í dag. Og eg veitti hesum vegi atsókn líka til deyða, legði í leinkjur og gav upp í fangahús bæði menn og kvinnur, soleiðis sum eisini høvuðspresturin og alt elstaráðið kann geva mær vitnisburð um; frá teimum fekk eg enntá bræv til brøðurnar í Damaskus og fór hagar og ætlaði at føra eisini tey, sum har vóru, bundin til Jerúsalem, at tey kundu verða revsað. Men tað bar so á, meðan eg var á ferðini og nærkaðist Damaskus, at um middagsleitið eitt stórt ljós av himni dáttliga lýsti rundan um meg. Og eg fell til jarðar og hoyrdi eina rødd, sum segði við meg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?» Men eg svaraði: «Hvør ert tú, Harri?» Og hann segði við meg: «Eg eri Jesus úr Nasaret, sum tú søkir at.» Teir, sum við mær vóru, sóu væl ljósið, men røddina, sum talaði til mín, hoyrdu teir ikki. Men eg segði: «Hvat skal eg gera, Harri?» Men Harrin segði við meg: «Statt upp og far til Damaskus, og har skal tær verða sagt um alt tað, sum tær er ætlað at gera.» Men við tað at eg ikki kundi síggja fyri ljómanum av hesum ljósinum, varð eg leiddur við hond av fylgismonnum mínum og kom inn til Damaskus. Og ein, sum æt Ánanias, maður, sum óttaðist Guð eftir lógini, og sum hevði gott ummæli hjá øllum Jødum, ið har búðu, kom til mín og stóð framman fyri mær og segði: «Saul, bróðir, hygg upp!» Og eg hugdi upp á hann í somu stund. Men hann segði: «Guð fedra vára hevur valt teg út til at vita vilja sín og síggja hin rættvísa og hoyra reyst av munni hansara; tí at tú skalt vera honum eitt vitni hjá øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt. Og nú, hvørjum drálar tú eftir? Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar, og ákalla navn hansara!» Og tað hendi meg, tá ið eg var komin aftur til Jerúsalem og helt bøn í halgidóminum, at eg varð frá mær sjálvum og sá hann, og hann segði við meg: «Skunda tær og far sum skjótast út úr Jerúsalem, tí at teir fara ikki at taka móti vitnisburði tínum um meg.» Og eg segði: «Harri, teir vita sjálvir, at tað var eg, sum setti føst og húðflongdi í samkomuhúsi eftir samkomuhús tey, ið trúðu á teg. Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi.» Og hann segði við meg: «Far, tí at eg skal senda teg til heidningarnar langt burtur!» » Teir lýddu á hann líka at hesum orði; men tá hevjaðu teir reyst sína og søgdu: «Takið ein slíkan mann burtur av jørðini; hann eigur ikki at sleppa at liva!» Men tá ið teir nú gjørdust harðmæltir og skræddu klæðini av sær og blakaðu mold upp í loft, beyð herhøvdingin at føra hann inn í borgina, og segði, at hann við húðfleinging skuldi verða tikin í forhoyr, fyri at hann kundi fáa at vita, av hvørji orsøk teir leikaðu so í móti honum. Men tá ið teir høvdu bundið hann fyri at lemja hann við álunum, segði Paulus við tann høvuðsmannin, sum har stóð: «Hava tit loyvi at húðfleingja rómverskan mann, og tað ódømdan?» Og tá ið høvuðsmaðurin hoyrdi tað, fór hann til herhøvdingan og segði honum frá tí og helt fyri: «Hvat er tað, tú ætlar at gera? Tí at hesin maðurin er rómverskur.» Herhøvdingin kom tá til hansara og segði við hann: «Sig mær, ert tú rómverskur?» Men hann segði: «Ja.» Og herhøvdingin svaraði: «Eg havi fyri nógvar pengar keypt mær henda borgararættin.» Men Paulus segði: «Eg eri enntá borin til hansara.» Og alt fyri eitt fóru teir frá honum, sum ætlaðu at taka forhoyr av honum; og herhøvdingin varð eisini óttafullur, tá ið hann fekk at vita, at hann var rómverskur, av tí at hann hevði bundið hann. Men dagin eftir, tá ið hann vildi fáa fulla greiðu á, hvat ið hann var klagaður fyri av Jødunum, slepti hann honum leysum og beyð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldu koma saman, og hann kom oman við Paulusi og førdi hann fram fyri teir. |
Men Paulus hugdi stívliga upp á ráðið og segði: «Góðu menn og brøður! Eg havi við góðari samvitsku í einum og hvørjum føri gingið leið mína fyri Guði líka til dagin í dag.» Men høvuðspresturin Ánanias beyð teimum, sum stóðu hjá honum, at sláa hann á munnin. Tá segði Paulus við hann: «Guð skal sláa teg, tín kálkaði veggur! Og situr tú, og skalt døma meg eftir lógini, og beint tvørtur ímót lógini býður tú, at eg skal verða sligin!» Teir, sum har stóðu, søgdu: «Deilir tú høvuðsprest Guðs?» Og Paulus segði: «Eg visti ikki, brøður, at hann var høvuðsprestur; tí at skrivað stendur: «Høvdinga fólks tíns skalt tú ikki tala ilt um.»» Men við tað at Paulus visti, at annar parturin av teimum vóru Saddukearar, og annar parturin Farisearar, rópaði hann í ráðinum: «Góðu menn og brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; tað er fyri vón og fyri uppreisn av deyðum, at eg verði dømdur!» Men tá ið hann hetta hevði sagt, kom ósemja millum Farisearanna og Saddukearanna, og flokkurin fór í tvíningar. Tí at Saddukeararnir siga, at eingin uppreisn er til, og heldur ikki eingil ella andi. Men Fariseararnir halda tey bæði. Nú kom stórt róp í, og nakrir av teimum skriftlærdu úr parti Farisearanna fóru á føtur og stríddust harðliga og søgdu: «Vit finna einki ilt hjá hesum manni. Men um nú ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara?» Men tá ið nú gjørdist mikil tvídráttur, óttaðist herhøvdingin fyri, at Paulus skuldi verða skræddur sundur av teimum, og beyð herliðinum at fara oman og slíta hann leysan frá teimum og fara við honum inn í borgina. Men náttina eftir stóð Harrin framman fyri honum og segði: «Hav tú gott treyst, tí at eins og tú hevur vitnað um meg í Jerúsalem, soleiðis eigur tú eisini at vitna í Róm.» Men tá ið dagur kom, tóku Jødarnir seg saman og svóru dýrar eiðir um, at teir hvørki skuldu eta ella drekka, fyrr enn teir høvdu tikið Paulus av døgum. Og teir vóru yvir fjøruti í tali, sum soleiðis høvdu svorið seg saman. Og hesir fóru til høvuðsprestarnar og hinar elstu og søgdu: «Vit hava svorið dýrar eiðir um, at vit einki skulu leska, fyrr enn vit hava tikið Paulus av døgum. Nú skulu tit saman við ráðinum senda herhøvdinganum tey boð, at hann skal føra hann oman til tykkara, sum at tit vildu kanna um viðurskifti hansara enn gjøllari; men vit eru til reiðar at drepa hann, áðrenn hann er komin vegin fram.» Men systursonur Paulusar fekk at hoyra um hetta loyniráðið, og hann kom og fór inn í borgina og segði Paulusi frá tí. Men Paulus kallaði ein av høvuðsmonnunum til sín og segði: «Far tú við hesum unga manninum til herhøvdingan, tí at hann hevur eini boð til hansara.» Hann tók hann tá og fór við honum til herhøvdingan og segði: «Fangin Paulus rópaði meg og bað meg fara við hesum unga manninum til tín, við tað at hann hevur nakað at siga tær.» Og herhøvdingin tók í hondina á honum og fór avsíðis við honum og spurdi: «Hvat eru tað fyri boð, sum tú hevur til mín?» Men hann segði: «Jødarnir eru samráddir um at biðja teg, at tú í morgin skalt føra Paulus oman í ráðið, og tað skal eitast, at teir vilja hava gjøllari at vita um hann. Men tú mást nú ikki gera teimum til vildar; tí at meira enn fjøruti menn av teimum liggja á loyningum eftir honum, og hesir hava svorið dýrar eiðir um, at teir hvørki skulu eta ella drekka, fyrr enn teir hava dripið hann; og teir eru nú búnir og bíða eftir boðum frá tær.» Herhøvdingin læt tá hin unga mannin fara og beyð honum: «Tú mást ikki siga nøkrum frá, at tú hevur latið meg fáa at vita hetta!» Og hann kallaði til sín tveir av høvuðsmonnunum og segði: «Latið tvey hundrað hermenn verða ferðabúnar at fara til Kesareu, og sjúti reiðmenn og tvey hundrað spjótmenn, tá ið triði tímin er av í nátt!» Og hann beyð, at teir skuldu hava reiðdjór til reiðar, so at teir kundu lata Paulus ríða á teimum og føra hann heilan og holdnan til Feliks landshøvdingan. Og hann skrivaði bræv við hesum orðaljóði: «Klaudias Lýsias sendir hinum mæta landshøvdinga Feliksi kvøðu sína. Henda mannin høvdu Jødarnir lagt hendur á, og tað vantaði lítið í, at teir høvdu tikið hann av lívi; men eg kom til við hermonnunum og bjargaði honum, tá ið eg fekk at vita, at hann var rómverskur maður. Og tá ið eg vildi vita, hvørja søk teir klagaðu hann fyri, fór eg við honum oman í ráð teirra, og eg kom tá eftir, at hann var klagaður um nøkur trætumál í lóg teirra, men ikki ásakaður um nakað, sum gjørdi hann sekan til deyða ella leinkjur. Men tá ið eg havi fingið at vita av, at Jødarnir hava svikalistir í umbúnaði móti manninum, sendi eg hann alt fyri eitt til tín, og havi eg eisini boðið klagumonnunum at flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga.» Hermenninir tóku tá Paulus, soleiðis sum teimum var boðið, og fóru við honum á náttartíð til Antipatris. Men dagin eftir lótu teir reiðmenninar fara longur við honum og vendu sjálvir aftur til borgina. Hinir komu tá til Kesareu og flýddu landshøvdinganum brævið og førdu eisini Paulus fram fyri hann. Tá ið hann hevði lisið tað og spurt, hvørjum ríkisparti hann var úr, og hevði fingið at vita, at hann var úr Kilikíu, segði hann: «Eg skal taka teg í forhoyr, so skjótt sum eisini klagumenn tínir eru higar komnir.» Og hann beyð, at hann skuldi verða hildin í varðhaldi í Heródesar-borgini. |
Men fimm dagar aftaná fór høvuðspresturin Ánanias oman saman við nøkrum av hinum elstu og einum røðumanni, Tertullusi, og hesir bóru fram klagumál fyri landshøvdinganum móti Paulusi. Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði: «At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum førum og allar staðir verða hesum fólki givnar av tíni umsjón, mætasti Feliks, tað ásanna vit við allari takksemi. Men fyri at eg ikki skal ónáða teg ov mikið, biði eg, at tú av mildi tíni vilt hoyra okkum nøkur fá orð. Tað er nú soleiðis, at vit eru komnir eftir, at hesin maður er ein sótt og ein ófriðarkroppur millum allar Jødar um allan heimin og er oddamaður hjá Nasareara-flokkinum. Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara. Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð, og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín); og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.» Men eisini Jødarnir tóku undir og søgdu, at soleiðis var. Men Paulus svaraði, tá ið landshøvdingin gav honum ábending um, at hann kundi taka til máls: «Við tað at eg veit, at tú í mong ár hevur verið dómari hjá hesum fólki, vil eg við góðum huga verja mál mítt, tí at tú kanst fáa at vita, at tað ikki eru meira enn tólv dagar síðan eg kom niðan til Jerúsalem fyri at halda bøn. Og hvørki hittu teir meg í halgidóminum í orðaskifti við nakran, ella at eg eggjaði fólki til uppreist, ei heldur í samkomuhúsunum ella úti um staðin; og heldur ikki eru teir førir fyri at prógva tað fyri tær, sum teir nú klaga meg fyri. Men hetta viðgangi eg fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla ein stakflokk, tæni eg soleiðis Guði fedra vára, at eg trúgvi øllum tí, sum stendur í lógini, og tí, sum er skrivað hjá profetunum, og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum. Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum. Men tá ið mong ár vóru liðin, kom eg higar at flýggja fólki mínum olmussugávur og at bera fram offur, og undir hesum viðurskiftum hittu teir meg, tá ið eg hevði reinsað meg í halgidóminum, men uttan nakra mannagongd og uttan nakra óspekt. Men har vóru nakrir Jødar frá Ásiu, og teir áttu at verið komnir higar fram fyri teg og borið fram klagu, um teir høvdu okkurt at kenna mær um. Ella lat hesar sjálvar siga, hvørja søk teir hava funnið hjá mær, tá ið eg stóð fyri ráðinum; uttan tað skuldi so verið hetta eina orðið, sum eg rópaði, tá ið eg stóð millum teirra: «Fyri uppreisn av deyðum standi eg í dag fyri rættinum frammi fyri tykkum!» » Men Feliks frestaði málinum, av tí at hann visti gjøllari um vegin, og hann segði: «Tá ið Lýsias, herhøvdingin, kemur oman higar, skal eg gera mál tykkara av.» Og hann beyð høvuðsmonnunum at halda honum í varðhaldi og lata hann fáa náðir og ikki forða nøkrum av hansara egnu at veita honum ein beina. Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus. Men tá ið hann talaði um rættvísi og um fráhald og komandi dóm, varð Feliks illa við og svaraði: «Far nú avstað fyri hesa ferð; men tá ið eg fái stundir, skal eg kalla teg til mín aftur.» Eisini gjørdi hann sær vón um, at hann skuldi fáa pengar av Paulusi; tí var tað eisini, at hann oftari sendi boð eftir honum og talaði við hann. Men tá ið tvey ár vóru liðin, fekk Feliks sum eftirmann Porkius Festus; og av tí at Feliks vildi vinna sær tøkk hjá Jødunum, læt hann Paulus eftir í leinkjum. |
Tá ið Festus hevði tikið við landshøvdingaembæti sínum, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan til Jerúsalem frá Kesareu. Og høvuðsprestarnir og fremstu menn av Jødunum bóru fram fyri hann klagur móti Paulusi, og bóðu hann um at gera teimum tað til vildar móti honum, at hann skuldi heimta hann til Jerúsalem; tí at teir løgdu tey svikaráðini upp at drepa hann á veginum. Men Festus svaraði tá, at Paulus var í varðhaldi í Kesareu, og at hann sjálvur ætlaði sær skjótt at fara hagar. «Teir av tykkum,» segði hann, «sum hava umboð til tess, kunnu tá verða í ferðini oman saman við mær og klaga hann, um tað er nakað illa vorðið við manninum.» Men tá ið hann hevði steðgað hjá teimum í mesta lagi átta ella tíggju dagar, fór hann oman til Kesareu; og dagin eftir settist hann á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram. Tá ið hann var komin, stóðu Jødarnir, sum vóru komnir oman frá Jerúsalem, rundan um hann og bóru fram ímót honum mong og tung klagumál, sum teir ikki vóru førir at prógva; meðan Paulus vardi seg og segði: «Hvørki móti Jødalógini ella móti halgidóminum ella móti keisaranum havi eg forbrotið meg í nøkrum føri.» Men tá ið Festus vildi vinna sær vælvild hjá Jødum, svaraði hann Paulusi og segði: «Hevur tú hug at fara niðan til Jerúsalem og har fáa dóm av mær í hesi sak?» Men Paulus segði: «Eg standi fyri dómstóli keisarans, og har eigi eg at fáa dóm. Jødum havi eg ongan órætt gjørt, sum tú eisini fullvæl veitst. Havi eg órætt, og havi eg gjørt okkurt, sum er deyða vert, tá sigist eg ikki undan at doyggja. Men er einki í tí, sum hesir menn klaga meg fyri, tá kann eingin geva meg upp til teirra bert fyri at gera teimum til vildar. Eg skjóti mál mítt til keisarans.» Tá samráddist Festus við ráð sítt og svaraði so: «Til keisarans hevur tú skotið mál títt; til keisarans skalt tú fara!» Men tá ið nakrir dagar vóru lidnir, kom Agrippa kongur og Berenike til Kesareu at vitja Festus. Og tá ið tey dvaldu har í fleiri dagar, greiddi Festus konginum frá Paulusar sak og segði: «Her er ein maður, sum av Feliksi er latin eftir í leinkjum; um hann bóru høvuðsprestarnir og hinir elstu hjá Jødum fram klagumál, tá ið eg var í Jerúsalem, og kravdu, at dómur skuldi verða feldur yvir honum. Eg svaraði teimum, at tað var ikki siður hjá Rómverjum at geva nakran mann upp bert fyri at gera onkrum eftir vild, fyrr enn hin ásakaði hevði havt klagumenninar fyri eygunum á sær og fingið føri til at verja seg móti ásakanini. Tá ið teir so vóru komnir saman her, bíðaði eg ikki við, men setti meg dagin eftir á dómstólin og beyð at føra mannin fram. Men tá ið klagumenninir stóðu rundan um hann, bóru teir ikki kærumál fram um nakrar tílíkar illgerðir, sum eg hevði hugsað mær; men teir høvdu nøkur trætumál við hann um teirra egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum var deyður, men sum Paulus segði liva. Men meðan eg nú var í døpurhuga viðvíkjandi rannsóknini av hesum, spurdi eg, um hann vildi fara til Jerúsalem og har fáa dóm í hesum máli. Men tá ið Paulus skeyt málið til keisarans og kravdi at verða havdur í varðhaldi, inntil hátignin kundi fella dómin, beyð eg, at hann skuldi verða havdur í varðhaldi, inntil eg kann fáa sent hann til keisarans.» Men Agrippa segði við Festus: «Eg kundi sjálvur havt hug at hoyra mannin.» «Í morgin,» segði hann, «skalt tú fáa at hoyra hann.» Dagin eftir kom tá Agrippa og Berenike við miklum skreyti, og gingu tey inn í høllina saman við herhøvdingunum og hinum mætastu monnunum í staðinum, og varð Paulus eftir boði Festusar leiddur fram. Og Festus sigur: «Agrippa kongur, og allir tit menn, sum her hjá okkum eru staddir, her síggja tit tann mann, sum øll fjøldin av Jødum bæði í Jerúsalem og her hevur heitt á meg um og hevur rópað upp í há, at hann ikki átti at liva longur. Men tað varð mær skilligt, at hann einki hevði gjørt, sum gjørdi hann sekan til deyða; og tá ið hann sjálvur skeyt mál sítt til hátignina, tók eg tey ráð at senda hann. Men nakað álítandi havi eg ikki at skriva harra mínum um hann; tess vegna havi eg leitt hann fram fyri tykkum og serliga fyri teg, Agrippa kong, fyri at eg, tá ið rannsóknin er liðug, kann hava okkurt at skriva; tí at tað tykir mær skilaleyst at senda ein fanga og ikki at kunna siga frá teimum søkum, sum honum er kent um.» |
Men tá ið tað var avgjørt, at vit skuldu sigla til Itáliu, flýddu teir bæði Paulus og nakrar aðrar fangar einum høvuðsmanni, sum æt Július, úr herflokki keisarans. Vit fóru tá umborð á eitt skip frá Adramýttium, sum skuldi leggja at í bygdunum fram við Ásiustrondunum, og løgdu í havið; og Aristarkus, ein makedóniskur maður úr Tessalóniku, var í ferðini við okkum. Og dagin eftir løgdu vit at í Sidon, og Július, sum var beinasamur móti Paulusi, gav honum loyvi at fara at finna vinir sínar og njóta blíðskap teirra. Haðan fóru vit avstað og sigldu inn undir Kýpern, av tí at tað var mótvindur. Og tá ið vit høvdu siglt um havið við Kilikíu og Pamfýliu, komu vit til Mýru í Lýkíu. Og har rakti høvuðsmaðurin við eitt skip frá Aleksandriu, sum skuldi sigla til Itáliu, og hann setti okkum umborð í tað. Í nógvar dagar gekk nú spakuliga við siglingini, og tað var alt tað, at vit vunnu fram at Knidus; og við tað at vit høvdu ólagaligan vind, hildu vit inn undir Kretu við Salmone. Og tað var so, at vit vunnu framum har og komu til ein stað, sum kallast «Góðu havnir», tætt við bygdina Laseu. Men tá ið long tíð var liðin, og sjóferðir longu fóru at verða hættisligar, við tað at eisini føstan longu var farin, ávaraði Paulus teir og segði við teir: «Góðu menn, eg síggi, at sjóferðin fer at verða ein váðaferð og til stóran skaða ikki bert fyri farmin og skipið, men eisini fyri okkara egna lív.» Men høvuðsmaðurin hevði betri álit á stýrimanninum og skiparanum enn á tí, sum Paulus segði. Og tá ið havnin var ólagalig til vetrarlegu, tóku teir flestu tey ráð at leggja til havs haðan, um teir kundu verða førir at vinna fram til Føniks og taka vetrarlegu har; hetta er ein havn á Kretu, sum vendir móti útsynningi og útnyrðingi. Og tá ið nú kom makligur vindur av suðri, hildu teir seg kunna útinna ætlan sína og lættu akker og sigldu fram við Kretu, tætt í landi. Men áðrenn langt um leið, brast hann á niður av oynni við glaðustroki, sum kallað er Evrakvilo. Og tá ið skipið fell av og ikki kundi liggja upp móti vindinum, hildu vit undan og lótu reka. Og tá ið vit rendu inn undir eina lítla oyggj, sum kallast Klauda, var tað við neyð, at vit fingu bjargað bátinum. Tá ið teir høvdu drigið hann inn, tóku teir tað til ráða at royna at bjarga og løgdu tog um skipið; og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu dríva suður í Sýrtuna, strikaðu teir seglini og lótu so reka. Og tá ið vit vóru illa staddir av harðveðrinum, kastaðu teir dagin eftir farmin fyri borð; og triðja dagin kastaðu teir við egnum hondum skipsgreiðurnar út. Men tá ið hvørki sól ella stjørnur vóru at síggja í fleiri dagar, og ódnin, sum leikaði í, ikki var lítil, tá var at endanum eingin vón eftir um tað, at vit kundu verða bjargaðir. Og tá ið teir leingi høvdu verið matleysir, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: «Góðu menn, tit áttu at hava fylgt mínum ráði og ikki verið farnir frá Kretu og verið slopnir frá hesi váðaferð og hesum skaða. Og nú ráði eg tykkum at hava gott treyst; tí at ikki ein sál av tykkum skal umkomast, men skipið skal farast; tí at á hesi nátt stóð hjá mær ein eingil frá tí Guði, sum eg tilhoyri, sum eg eisini tæni, og segði: «Óttast ikki, Paulus; fyri keisaran eigur tú at koma; og sí, Guð hevur miskunnsamliga givið tær allar teir, sum eru í sjóferðini við tær.» Havið tí gott treyst, menn, tí at eg líti á Guð, at tað fer at gangast soleiðis, sum sagt er við meg. Men vit fara at stranda á eini oyggj.» Men tá ið fjúrtanda náttin var komin og vit rókust um úti á Adriahavinum, hildu skipsmenninir seg um miðju nátt hava varhuga av, at teir nærkaðust landi. Og tá ið teir skattaðu dýpið, fingu teir tjúgu favnar; og tá ið teir vóru komnir eitt sindur longur haðan ífrá og uppaftur skattaðu dýpið, fingu teir fimtan favnar. Og av tí at teir óttaðust fyri, at vit skuldu koma upp á sker, kastaðu teir fýra akker út afturi í bak og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma. Men tá ið skipsmenninir royndu at rýma burtur frá skipinum og koyrdu bátin á sjógvin og lótust at vilja leggja akker út í frammi, segði Paulus við høvuðsmannin og hermenninar: «Um hesir menninir ikki verða verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir.» Tá høgdu hermenninir togini á bátinum av og sleptu honum. Men inntil tað tók at lýsa fyri degi, áminti Paulus allar at fáa sær mat og segði: «Í dag er tað fjúrtandi dagurin, sum tit hava bíðað matleysir, og einki fingið at eta. Tí biði eg tykkum fáa tykkum at eta; tí at hetta er tykkum til bjargingar. Tí at ikki skal hár á høvdi skalast á nøkrum tykkara.» Og tá ið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð og takkaði Guði, so allir sóu, og breyt tað og fór at eta. Tá ressaðust allir við og fingu sær eisini at eta. Og til samans vóru vit á skipinum tvey hundrað og seks og sjúti sálir. Og tá ið teir høvdu etið seg mettar, lættu teir um skipið við at kasta kornið á sjógvin. Og tá ið dagur kom, kendu teir ikki landið, men teir sóu eina vík, har sum fjøruslætt var, og teir gjørdu av at seta skipið á land har, um tað kundi vera gjørligt hjá teimum. Og teir gjørdu leyst frá akkerunum og sleptu teimum í sjónum, samtíðis loystu teir stýrisbondini og vundu upp ráseglið fyri vindin og hildu inn á fjøruna. Men teir komu á eitt riv, har sum djúpt var báðumegin, og skipið tók botn, og tað stóð í frammi og vikaðist ikki, men í bak var tað sundurbrotið av brimganginum. Nú var tað ætlan hjá hermonnunum at drepa fangarnar, fyri at eingin skuldi svimja burtur og rýma. Men høvuðsmaðurin, sum vildi bjarga Paulusi, forðaði teimum í hesi ætlan teirra og beyð, at teir, sum dugdu at svimja, skuldu leypa á sjógvin og fyrstir sleppa sær á land, og at hinir skuldu bjarga sær, summir á plonkum, summir á skipssprekum. Og soleiðis gekk tað til, at allir vórðu bjargaðir á land. |
Og tá vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Og fólkið á oynni sýndi okkum serstakan mannakærleika; tí at tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum somlum, við tað at regn kom og kuldi var. Men tá ið Paulus hentaði saman eina rúgvu av turrum greinum og legði á bálið, skreið ein ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara. Og tá ið oyarbúgvarnir sóu djórið hanga við hondina á honum, søgdu teir sín ámillum: «Óivað er hasin maðurin ein manndrápari, sum rættvísin ikki lovaði at liva, tó at hann er bjargaður av havinum.» Men hann risti djórið av sær í eldin og hevði einki mein av tí. Men teir væntaðu, at hann mundi fara at bólgna upp ella brádliga detta deyður niður. Men tá ið teir høvdu bíðað leingi eftir hesum, og sóu, at einki ilt hendi hann, skiftu teir um og søgdu hann vera ein gud. Men ikki langt frá hesum staði hevði hægsti maðurin á oynni, Publius at navni, ein garð. Hann tók móti okkum og veitti okkum vinsamliga gestablídni í tríggjar dagar. Og tað vildi so til, at faðir Publiusar lá sjúkur av hitasótt og blóðgangi. Paulus fór inn til hansara og helt bøn og legði hendurnar á hann og grøddi hann. Og tá ið hetta hevði tilborist, komu eisini hini á oynni, sum høvdu sjúkdómar, til hansara og vórðu grødd. Tey sýndu okkum eisini miklan heiður, og tá ið vit sigldu burtur haðan, bóru tey umborð tílíkt, sum okkum var tørvur á. Og tá ið tríggir mánaðir vóru lidnir, sigldu vit avstað haðan við einum skipi frá Aleksandriu, sum hevði ligið við oynna um veturin og hevði Tvíburðarbrøðurnar sum merki. Og vit løgdu at í Sýrakus og steðgaðu har í tríggjar dagar. Haðan sigldu vit longur fram og komu til Regium; og tá ið ein dagur var farin, fingu vit sunnanvind og komu dagin eftir til Puteoli. Har hittu vit brøður og vórðu bidnir um at steðga hjá teimum í sjey dagar. Og so fóru vit til Róm. Og haðan komu brøðurnir, tá ið teir høvdu fingið at frætta um okkum, til møtis við okkum líka til Appiusar Forum og Tres Tabernæ. Og tá ið Paulus sá teir, takkaði hann Guði og fekk dirvi. Og tá ið vit so vóru komnir inn í Róm, (flýddi høvuðsmaðurin høvdinganum fyri lívvaktini fangarnar; tó) fekk Paulus loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí hermanninum, sum helt vakt yvir honum. Men tá ið tríggir dagar vóru lidnir, hendi tað, at hann kallaði saman hinar fremstu menninar millum Jødanna. Og tá ið teir vóru saman komnir, segði hann við teir: «Góðu menn og brøður; tó at eg einki havi gjørt móti fólki okkara, ella fedrasiðum okkara, eri eg frá Jerúsalem givin upp sum fangi í hendurnar á Rómverjum. Tá ið teir høvdu havt rannsókn um meg, vildu teir sleppa mær leysum, av tí at eingin deyðasøk fanst hjá mær. Men við tað at Jødarnir mæltu ímót, noyddist eg at skjóta mál mítt til keisarans; men ikki so at skilja, at eg hevði nakað at klaga fólk mítt fyri. Av hesi orsøk havi eg nú kallað tykkum higar fyri at síggja tykkum og tala við tykkum; tí fyri vónar Ísraels skuld liggi eg í hesi leinkju.» Men teir søgdu við hann: «Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Júdeu, og ei heldur er nakar av brøðrunum komin higar og hevur kunngjørt ella talað nakað ilt um teg. Men rætt tykir tað okkum, at vit fáa at hoyra av tær, hvat ið tær býr í huga; tí at um henda flokkin er okkum kunnigt, at hann allar staðir verður mótmæltur.» Tá ið teir so høvdu avrátt ein dag við hann, komu teir til hansara í herbergi hansara fleiri í tali, og fyri teimum greiddi hann og vitnaði um Guðs ríki og royndi at sannføra teir um Jesus bæði út av Móselógini og profetunum, frá tíðliga á morgni til kvølds. Og summir vórðu sannførdir av tí, sum talað var, men summir trúðu ikki. Og í ósemju sín ámillum fóru teir avstað, tá ið Paulus hevði sagt hetta eina orðið: «Beint talaði heilagi andin við Jesaja profeti til fedrar tykkara, tá ið hann segði: «Far til hetta fólkið og sig: Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» Vita skulu tit tí, at henda Guðs frelsa er send heidningunum; og hjá teimum skal hon eisini verða hoyrd.» [Og tá ið hann hevði sagt hetta, fóru Jødarnir avstað, og teir høvdu stórt orðstríð sín ámillum.] Og hann varð verandi tvey samfull ár í tí herberginum, sum hann hevði leigað sær, og tók ímót øllum teimum, sum komu inn til hansara; og hann boðaði um Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs. |
Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls, tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs, sum hann frammanundan gav fyrijáttan um við profetum sínum í heilagum skriftum, um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum, Jesus Krist, váran harra, sum vit hava fingið náði við og ápostladømi til at vekja trúarlýdni millum øll heiðin fólk fyri navns hansara skuld, – og teirra millum eru eisini tit, Jesu Krists kallaðu, – til øll tey Guðs elskaðu, sum eru í Róm, tey kallaðu, heilagu: Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og harranum Jesusi Kristi! Fyrst takki eg Guði mínum fyri Jesu Krists skuld fyri tykkum øll, av tí at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin. Tí at Guð, sum eg tæni í anda mínum við gleðiboðskapinum um son hansara, er vitni mítt um, hvussu eg uttan íhald havi tykkum í huga, við tað at eg altíð í bønum mínum biði um, at mær endiliga einaferð mátti eydnast, um Guð vildi lata tað so vera, at koma til tykkara. Tí at mær leingist eftir at síggja tykkum, fyri at eg kundi givið tykkum einahvørja andliga náðigávu, til tess at tit mega styrkjast, men tað er, til tess at eg tykkara millum kundi uggast saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni. Og eg vil ikki, at tit, brøður, skulu vera óvitandi um, at eg mangar ferðir havi ætlað mær at koma til tykkara, – men havi verið hindraður líka higartil, – fyri at eg kundi fáa einhvønn ávøkst eisini hjá tykkum, líkasum hjá hinum heidningafólkunum. Bæði hjá Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld. Soleiðis eri eg eisini fyri mín part fúsur til at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm. Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. Tí at rættvísi Guðs verður í honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: «Men hin rættvísi skal liva av trúgv.» Tí at vreiði Guðs verður opinberað av himni yvir alt gudloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð; av tí at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt millum teirra, tí at Guð hevur birt teimum tað. Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, – so at menn einki skulu hava at orsaka seg við, tá ið teir, tó at teir kendu Guð, kortini ikki dýrmettu hann sum Guð ella takkaðu honum, men gjørdust fáfongdir í hugsanum sínum, og teirra óskynsama hjarta varð hult í myrkri. Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir, og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guðs um við mynd, sum líktist deyðiligum manni, fuglum, ferføttum djórum og skriðkyktum. Tess vegna gav Guð teir upp í hjartans girndir teirra til óreinsku, so at teir sín ámillum skemdu likam síni, teir sum skiftu sannleika Guðs um við lygn, og ærdu og dýrkaðu skapningin í skaparans stað, hann sum er hálovaður um allar ævir. Amen. Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var. Og líkasum teir ikki hirdu um at hava kunnugleika um Guð, soleiðis gav Guð teir upp í eitt ringt huglyndi, so at teir gjørdu tað, sum ósømiligt er, uppfyltir av alskyns órættferð, vándsku, ágirnd, illskapi, fullir av øvund, manndrápi, klandri, sviki, illsinni, illmælismenn, baktalarar, gudshatarar, yvirgangskroppar, hástórir, orðavargar, svikvísir, foreldrum ólýdnir, óskynsamir, óálítandi, kærleiksleysir, miskunnarleysir, menn, sum vita um Guðs rættvísa dóm, at teir, sum slíkt gera, eru sekir til deyða, og tó ikki bert gera hetta, men eisini geva teimum viðhald, sum tað gera. |
Tí hevur tú onga avsakan, maður, hvør tú so ert, sum dømir. Tí at við tað at tú dømir annan, fordømir tú sjálvan teg; tí at tú, sum dømir, gert sjálvur tað sama. Men vit vita, at Guðs dómur, samsvarandi við sannleika, er yvir teimum, sum slíkt gera. Men hugsar tú tað, maður, sum dømir teir, sum slíkt gera, og gert sjálvur tað sama, at tú skalt sleppa undan Guðs dómi? Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar? Men við harðlyndi tínum og við iðrunarleysa hjarta tínum savnar tú tær sjálvum vreiði á vreiðinnar degi, tá ið Guðs rættvísi dómur verður opinberaður, hann sum skal gjalda einum og hvørjum eftir gerningum hansara, teimum, sum við bindindi í góðum verki søkja dýrd og heiður og ódeyðiligleika, ævigt lív; men teimum, sum lata seg leiða av eginvild og eru sannleikanum ólýðin, men órættvísini lýðin, vreiði og illvild. Trongd og angist kemur yvir eina og hvørja mannasál, sum ger tað, ið ilt er, bæði yvir Jøda fyrst og síðan Grikka. Men dýrd og heiður og friður verður einum og hvørjum fyri, sum ger tað, ið gott er, bæði Jøda fyrst og síðan Grikka. Tí at hjá Guði er ikki mannamunur. Tí at øll tey, sum hava syndað uttan lóg, skulu eisini verða týnd uttan lóg; og øll tey, sum hava syndað undir lóg, skulu verða dømd av lóg. Tí at ikki eru tey, sum hoyra lógina, rættvís fyri Guði; men tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd. Tí at tá ið heidningarnir, sum ikki hava lóg, av náttúruni gera tað, sum lógin býður, tá eru teir, tó at teir ikki hava lóg, sær sjálvum lóg; teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra – á tí degi, tá ið Guð skal døma tað, ið dult er hjá menniskjunum, samsvarandi gleðiboðskapi mínum við Jesusi Kristi. Men um tú kallar teg Jøda og styðjar teg til lóg og rósar tær av Guði, og veitst vilja hansara og dugir at meta teir ymissu lutirnar, við tað at tú ert upplærdur av lógini, og lítur tær sjálvum til at vera vegleiðari hjá blindum, ljós hjá teimum, sum eru í myrkri, uppalari hjá fákunnum, lærari hjá óvitugum, við tað at tú hevur hitt rætta sniðið á kunnleikanum og sannleikanum í lógini, – tú, sum soleiðis lærir annan, lærir tú ikki teg sjálvan? Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú? Tú, sum sigur, at tey skulu ikki dríva hor, drívur tú hor? Tú, sum hevur andstygd fyri skurðgudum, rænir tú skurðgudatempul? Tú, sum rósar tær av lóg, vanvirðir tú Guð við at gera lógbrot? Tí at, sum skrivað stendur: «Navn Guðs verður fyri tykkara skuld spottað heidninganna millum.» Tí at víst er umskering gagnlig, um tú heldur lógina; men um tú ert lógbrótari, tá er umskering tín vorðin yvirhúð. Um tí hin óumskorni heldur boðorðini í lógini, skal tá ikki yvirhúð hansara verða roknað sum umskering? Og man ikki tann, sum av náttúruni er óumskorin, men heldur lógina, døma teg, sum við bókstavi og umskering er lógbrótari? Tí at ikki tann er Jødi, sum er tað í útsjónd, og ikki heldur er tað umskering, sum er tað í útsjónd, í holdi. Men tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í anda, ikki í bókstavi; og rós hansara er ikki av monnum, men av Guði. |
Hvønn fyrimun hevur tá Jødin? Ella hvat gagn er í umskeringini? Mikið á ein og hvønn hátt! Fyrst og fremst tað, at Guðs orð hava verið litin teimum til. Tí at hvat um tað? Um so summir vóru ótrúgvir, mundi tá ótrúskapur teirra gera trúskap Guðs til einkis? Nei, á ongum sinni! Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari, soleiðis sum skrivað stendur: «Til tess at tú mást vera rættvísur í orðum tínum og vinna, tá ið menn hava sak við teg.» Men um órættvísi okkara sannar rættvísi Guðs, hvat skulu vit tá siga? Man Guð vera órættvísur, tá ið hann letur vreiði sína koma yvir okkum? Eg tali á mannavísi. Nei, á ongum sinni! Hvussu kundi tá Guð døma heimin? Men um sannleiki Guðs við lygn míni er øktur honum til dýrdar, hví verði eg tá enn dømdur sum syndari? Og eiga vit tá ikki, soleiðis sum vit verða spottaðir fyri, og soleiðis sum summir siga, at vit læra, at gera hitt illa, fyri at hitt góða kann koma burturúr? Rættvísur er dómurin, sum slíkir fáa. Hvat tá? Hava vit tá nakran fyrimun? Nei, als ikki. Tí at vit hava jú áður ásakað bæði Jødar og Grikkar, at teir vóru allir undir synd, sum skrivað stendur: «Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Guð. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti. Opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu teir svik; ormaeitur er undir vørrum teirra. Muður teirra er fullur av illbøn og beiskleika. Fljótir eru føtur teirra til at úthella blóð. Oyðing og eymd er á vegum teirra, og friðar veg teir ikki kenna. Fyri eygum teirra eingin gudsótti er.» Men vit vita, at alt tað, sum lógin sigur, tað talar hon til teirra, sum eru undir lógini, til tess at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Guði, við tað at einki hold verður rættvísgjørt fyri honum av lógargerningum; tí at við lóg kemur kunnugleiki um synd. Men nú er rættvísi Guðs, sum vitnað er um av lógini og profetunum, vorðin opinberað uttan lóg, tað er: rættvísi Guðs við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er. Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. Hvar er tá rósið? Tað er útistongt? Við hvørji lóg? Gerninganna? Nei, men við trúarlóg. Tí at vit halda tað, at menniskjan verður rættvísgjørd av trúgv uttan lógargerningar. Ella er Guð bert Guð Jøda? Man ikki eisini heidninga? Jú, eisini heidninga; so satt sum Guð er ein, og skal rættvísgera umskornar av trúgv og óumskornar við trúnni. Gera vit tá lógina til einkis við trúnni? Nei, á ongum sinni; vit heldur staðfesta lógina. |
Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, ættarfaðir okkara, hevur vunnið eftir holdinum? Tí at varð Ábraham rættvísgjørdur av gerningum, tá hevur hann nakað at rósa sær av; men ikki fyri Guði. Tí at hvat sigur skriftin? «Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.» Men tí, sum ger gerningar, verður lønin roknað ikki eftir náði, men eftir skyldugleika; tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi. Eins og eisini Dávid prísar tann mann sælan, sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar: «Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.» Viðvíkur nú henda sæluboðan hinum umskornu ella hinum óumskornu eisini? Tí at vit siga jú: «Trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi.» Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Tá ið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki tá ið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin. Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli á teirri trúarrættvísi, sum hann hevði, meðan hann var óumskorin, til tess at hann skuldi vera faðir at øllum teimum, sum trúgva óumskorin, fyri at rættvísi kann verða tilroknað teimum, og faðir at umskornum, teimum, sum ikki bert eru umskorin, men sum eisini stíga í fótasporini av teirri trúgv, sum Ábraham, faðir okkara, hevði, tá ið hann var óumskorin. Tí at ikki við lóg varð Ábrahami ella avkomi hansara givin tann fyrijáttanin, at hann skuldi vera arvingi til heimin, men við trúarrættvísi. Tí at eru tey, sum halda seg til lógina, arvingar, tá er trúgvin ónýtt og fyrijáttanin gjørd til einkis. Tí at lógin fremur vreiði; men har sum ikki er lóg, har er heldur ikki lógbrot. Tí er tað av trúgv, fyri at tað skuldi vera sum ein náði, so at fyrijáttanin kundi standa óvikandi fyri øllum avkominum, ikki bert fyri tí, sum hevur lógina, men eisini fyri tí, sum hevur trúgv Ábrahams, hann sum er faðir at okkum øllum, – sum skrivað stendur: «Eg havi sett teg at vera faðir at mongum fólkasløgum,» – frammi fyri ásjón Guðs, sum hann trúði á, hann sum ger hini deyðu livandi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til. Hann trúði móti vón við vón, at hann skuldi verða faðir at mongum fólkasløgum, samsvarandi tí, sum sagt var: «Soleiðis skal avkom títt verða.» Og ikki viknaði hann í trúnni, tó at hann hugsaði um, at hansara egna likam longu var ellismerkt, hann var tætt við hundrað ár, og at Sára var farin av barnburði. Men um fyrijáttan Guðs ivaðist hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í trúnni, við tað at hann gav Guði æruna, og var fullvísur í tí, at tað, sum hann hevði lovað, var hann eisini mentur at gera. Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi. Men at tað varð honum tilroknað, tað varð ikki skrivað bert fyri hansara skuld, men eisini fyri okkara skuld, sum tað skal verða tilroknað, okkum sum trúgva á hann, sum vakti upp Jesus, harra okkara, frá deyðum, hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur. |
Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri? Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni? Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Krist Jesus, eru doypt til deyða hansara. Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði. Tí at eru vit vorðin samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara, tá skulu vit eisini verða tað í líkingini við uppreisn hansara, við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Men eru vit deyð við Kristi, trúgva vit tí, at vit eisini skulu liva við honum, við tað at vit vita, at Kristus, vaktur upp frá deyðum, doyr ikki meir; deyðin hevur ikki longur vald á honum. Tí at tað, at hann doyði, doyði hann eina ferð fyri syndina; men tað, at hann livir, livir hann fyri Guði. Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi. Latið tí ikki syndina ráða í tykkara deyðiliga likami, so at tit gerast girndum tess lýðin! Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum órættferðarvápn, men bjóðið heldur Guði tykkum sjálv fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir tykkara sum rættferðarvápn. Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði. Hvat tá? Eiga vit at synda, av tí at vit eru ikki undir lóg, men undir náði? Á ongum sinni! Vita tit ikki, at tá ið tit bjóða tykkum fram til einshvørs sum tænarar til lýdni, tá eru tit tænarar hjá honum, sum tit lýða, annaðhvørt hjá synd til deyða ella hjá lýdni til rættvísi? Men tøkk veri Guði, at tit hava verið tænarar hjá syndini, men vórðu av hjarta lýðin tí lærdómslagi, sum tit vórðu latin yvir til, og tá ið tit vóru loyst frá syndini, gjørdust tit tænarar hjá rættvísini. Eg tali á mannavísi vegna veikleika holds tykkara. Tí at eins og tit hava bjóðað fram limir tykkara sum tænarar hjá óreinskapinum og órættferðini til órættferðar, soleiðis skulu tit nú bjóða fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini til halganar. Tí at tá ið tit vóru tænarar hjá syndini, tá vóru tit leys frá rættvísini. Hvønn ávøkst høvdu tit tá? Slíkt, sum tit nú skammast við; tí at endin á tílíkum er deyði. Men nú, tá ið tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guðs, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. |
So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans. Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum, fyri at rættlætiskravið í lógini skuldi verða fullgjørt hjá okkum, sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda. Tí at tey, sum ganga eftir holdi, tráa eftir tí, sum holdsins er; men tey, sum ganga eftir anda, tráa eftir tí, sum andans er. Tí at trá holdsins er deyði, men trá andans er lív og friður; tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Guði, av tí at hon ikki er Guðs lóg lýðin, ja, kann heldur ikki vera tað. Men tey, sum eru í holdinum, kunnu ikki toknast Guði. Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til. Men er Kristus í tykkum, tá er væl likamið deytt fyri syndarinnar skuld, men andin er lív fyri rættvísinnar skuld. Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum. So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so at vit skuldu liva eftir holdinum. Tí at liva tit eftir holdinum, tá skulu tit doyggja; men deyða tit við andanum gerningar likamsins, tá skulu tit liva. Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guðs, tey eru Guðs børn. Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir! Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum. Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guðs barna. Tí at skapningurin er lagdur undir fáfongdina, – ikki við sínum vilja, men fyri hansara skuld, sum legði hann undir hana, – í vón um, at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guðs barna. Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú. Ja, ikki bert hann; men eisini vit, sum hava frumgróður andans, eisini vit stynja við okkum sjálvum, við tað at vit bíða eftir sonarættinum, endurloysing likams okkara. Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði. Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum. Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður, og tey, sum hann skilaði til frammanundan, tey kallaði hann eisini; og tey, sum hann kallaði, tey rættvísgjørdi hann eisini; og tey, sum hann rættvísgjørdi, tey dýrmetti hann eisini. Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum? Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger. Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð? Tað er sum skrivað stendur: «Tín vegna verða vit dripnir allan dagin, verða mettir javnt við skurðseyð.» Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. |
Eg tali sannleika í Kristi, eg ljúgvi ikki, samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda, at eg havi stóra sorg og áhaldandi trega í hjarta mínum. Tí at eg kundi ynskt, at eg sjálvur var burturrikin frá Kristi til bata fyri brøður mínar, ættarmenn mínar eftir holdinum, men tað eru Ísraelsmenn, sum sonarætturin tilhoyrir og dýrdin og sáttmálarnir og lóggávan og gudstænastan og fyrijáttanirnar, sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir. Amen. Men tað er ikki so, sum at Guðs orð hevur svitast; tí at ikki eru allir teir Ísraelsmenn, sum eru komnir av Ísrael, og heldur ikki eru øll børn, tó at tey eru Ábrahams avkom: men «Í Ísaki skal avkom verða kallað eftir tær.» Tað er: ikki holdsbørnini eru Guðs børn, men fyrijáttanar-børnini verða roknað fyri avkom. Tí at hetta er eitt fyrijáttanarorð: «Um hetta mundið komi eg aftur, og tá skal Sára hava ein son.» Og ikki bert tað; men soleiðis var tað við Rebekku eisini, sum var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara. Tí at áðrenn teir vóru føddir, og áðrenn teir høvdu gjørt nakað gott ella ilt, tá varð, fyri at Guðs útveljingarráðagerð skuldi standa føst, ikki vegna gerninga, men hansara vegna, sum kallar, sagt við hana: «Hin eldri skal tæna hinum yngra;» soleiðis sum skrivað stendur: «Jákup elskaði eg, men Esav hataði eg.» Hvat skulu vit tá siga? Er nøkur órættvísi hjá Guði? Á ongum sinni! Tí at hann sigur við Móses: «Eg vil miskunna tí, sum eg miskunni, og eg vil eymka tann, sum eg eymki.» Tað stendur tí ikki til hansara, sum vil, ikki heldur til hansara, sum rennur, men til Guðs, sum veitir miskunn. Tí at skriftin sigur við Fárao: «Beint av hesi grund reisti eg teg upp, at eg kundi sýna mátt mín á tær, og at navn mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.» So miskunnar hann tá tí, sum hann vil, men forherðir tann, sum hann vil. Tú manst nú vilja siga við meg: «Hvat hevur hann tá enn at klaga um? Tí at hvør kann standa vilja hansara ímót?» Ja, men hvør ert tá tú, menniskja, sum trætir ímót Guði? Man smíðið kunna siga við smiðin: «Hví gjørdi tú meg so?» Ella hevur ikki leirkerasmiðurin vald á leirinum, so at hann úr sama deigginum kann gera eitt kerið til sømdar og annað til ósømdar? Men um nú Guð, tó at hann vildi sýna vreiði sína og kunngera mátt sín, kortini við miklum langmóði hevur várkunnað vreiðinnar ker, sum vóru búgvin til undirgangs, og til tess at hann kundi kunngera dýrdarríkdóm sín á miskunnarinnar kerum, sum hann frammanundan hevði tilbúgvið til dýrdar? Og til slík hevur hann eisini kallað okkum, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum. Soleiðis sum hann eisini sigur hjá Hósea: «Tað, sum ikki er fólk mítt, vil eg kalla fólk mítt, og hana sum ikki er elskað, vil eg kalla elskaða; og tað skal gangast soleiðis, at á tí staði, har sum tað varð sagt við tey: «Tit eru ikki mítt fólk,» har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guðs.» Men Jesaja rópar yvir Ísrael: «Um so talið á Ísraels børnum var sum havsins sandur, so skal bert leivdin verða frelst; tí at Harrin ger upp roknskap sín og endar hann í bræði og skal gera hann lidnan á jørðini.» Og, sum Jesaja áður hevur sagt: «Hevði ikki Harrin Zebaot leivt okkum avkom, tá vóru vit vorðnir eins og Sódoma og tá vóru vit vorðnir líkir Gómorru.» Hvat skulu vit tá siga? Heidningarnir, sum ikki søktu eftir rættvísi, hava fingið rættvísi, men ta rættvísi, sum er av trúgv; men Ísrael, sum søkti eftir lóg, sum kundi veita rættvísi, náddi ikki fram til slíka lóg. Hví var tað? Tí at teir ikki søktu hana av trúgv, men av gerningum. Teir gingu seg á snávingarsteinin, soleiðis sum skrivað er: «Sí, eg leggi í Sion ein snávingarstein og meinbogaklett, og tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.» |
Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi. Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs. Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr. Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana. Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: «Sig ikki í hjarta tínum: «Hvør vil fara upp í himin?» – tað er, til at flyta Krist oman, – ella: «Hvør vil fara niður í undirdýpið?»» – tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.» Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: «Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!» Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: «Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?» So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. Men eg sigi: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: «Út um alla jørðina er rødd teirra farin, og til endar heimsins orð teirra.» Men eg sigi: Skildi tá Ísrael tað ikki? Fyrst sigur Móses: «Eg vil gera tykkum ágrýtnar móti einum fólki, sum ikki er fólk, móti einum skilaleysum fólki vil eg birta vreiði tykkara.» Men Jesaja troystar sær at siga: «Eg varð funnin av teimum, sum ikki leitaðu eftir mær, eg eri vorðin kunnur fyri teimum, sum ikki spurdu eftir mær.» Men við Ísrael sigur hann: «Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.» |
Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt. Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur í greinini um Elia, hvussu hann stígur fram fyri Guð við klagu móti Ísrael: «Harri, profetar tínar hava teir dripið, og altar tíni hava teir rivið niður, og eg eri einsamallur eftir, og mær standa teir eftir lívinum.» Men hvat sigur Guðs aftursvar til hansara? «Eg leivdi mær sjálvum sjey túsund menn, sum ikki hava boygt knæ fyri Báal.» Soleiðis er tá eisini í núverandi tíð ein leivd vorðin eftir samsvarandi náði-útveljingini. Men er tað av náði, tá er tað ikki longur av gerningum, annars verður náðin ikki longur náði. Hvat tá? Tað, sum Ísrael tráar eftir, hava teir ikki náað; men hini útvaldu hava náað tað, men hinir vórðu forherðaðir; soleiðis sum skrivað stendur: «Guð gav teimum dovisleiks-anda, eygu til ikki at síggja, og oyru til ikki og hoyra, líka til dagin í dag.» Og Dávid sigur: «Verði borðhald teirra teimum ein snerra og eitt haft og ein meinbogi og eitt endurgjald! Blindist eygu teirra, so at teir ikki síggja, og boygg tú altíð bak teirra!» Eg sigi tí: «Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis. Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein. Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði eg tænastu mína, um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum. Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum? Men er frumgróðurin heilagur, tá er deiggið tað við, og er rótin heilag, tá eru greinirnar tað við. Men um nú summar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, sum ert villoljuviður, varð gróðursettur millum teirra og varð luteigandi við teimum í rót og fiti oljutræsins, tá rósa tær ikki móti greinunum; men um tú rósar tær, so er tað tá ikki tú, sum bert rótina, men rótin, sum ber teg. Tú manst tá siga: «Greinirnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur.» Satt er tað. Fyri vantrúar skuld vórðu tær brotnar av, men fyri trúar skuld stendur tú. Ver ikki hástórur, men óttast! Tí at spardi Guð ikki hinar náttúrligu greinirnar, tá skal hann ikki heldur spara teg. Sí tá góðsku Guðs og strangleika: strangleika móti teimum, sum falnir eru, men Guðs góðsku móti tær, um tú verður verandi í góðskuni; annars verður tú eisini høgdur av. Men hinir skulu eisini verða gróðursettir, um teir ikki halda fram í vantrúnni; tí at Guð er mentur at gróðurseta teir aftur. Tí at um tú varð høgdur av tí oljutræi, sum av náttúruni er villviður, og ert móti náttúruni gróðursettur í eitt røktað oljutræ, hvør mikið meira skulu tá hesar greinirnar verða gróðursettar í sítt egna oljutræ, sum tær av náttúruni hoyra til! Tí at eg vil ikki, brøður, at tit einki skulu vita um hetta loyndarmál – til tess at tit ikki skulu halda tykkum sjálvar klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein. Og so skal alt Ísrael verða frelst, soleiðis sum skrivað stendur: «Frá Sion skal frelsarin koma, hann skal oyða burtur gudloysi frá Jákupi. Og hetta er sáttmáli mín við teir, tá ið eg taki burtur syndir teirra.» Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld; tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína. Tí at eins og tit áður vóru Guði ólýdnir, men nú hava fingið miskunn við ólýdni teirra, soleiðis eru teir nú eisini vorðnir ólýdnir, fyri at eisini teir skulu fáa miskunn við teirri miskunn, sum tykkum er veitt; tí at Guð hevur givið teir allar ólýdninum í vald, fyri at hann kundi miskunna teir allar. O, slíkt dýpi av ríkdómi og vísdómi og kunnskapi hjá Guði! Hvør órannsakandi eru dómar hansara og ósporandi vegir hansara! Tí at hvør hevur kent hug Harrans? Ella hvør hevur verið ráðgevari hansara? Ella hvør hevur fyrst givið honum, so at tað skuldi verða honum afturgoldið? Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. Honum veri dýrd um ævir allar! Amen. |
So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –; og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna. Tí at við teirri náði, sum mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara millum, at hann ikki skal hugsa hægri um seg, enn hann eigur at hugsa, men heldur hugsa við skynsemi, alt eftir sum Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv. Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum. Og við tað at vit hava ymisligar náðigávur, samsvarandi teirri náði, sum okkum er givin, hvørt tað nú er profetagáva, tá latum okkum nýta hana eftir sum vit hava trúgv til, ella tað er ein tænasta, tá latum okkum varða um tænastuna, ella um einhvør lærir, um læraragerningin, ella um einhvør áminnir, um áminningina; tann, sum býtir út, geri tað við trúlyndi; tann, sum stendur fyri, geri tað við ídni; tann, sum ger miskunnarverk, geri tað við gleði! Kærleikin veri falsleysur; havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða. Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hvør við annan; kappist um at veita hvør øðrum virðing. Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum! Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. Sýnið samhug við hini heilagu í tí, sum teimum er tørvur á; leggið tykkum eina við gestablídni. Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! Gleðist við glaðum, grátið við grátandi! Verið samhugaðir hvør við annan; tráið ikki eftir tí høga, men haldið tykkum at tí lága; verið ikki klókir í tykkum sjálvum! Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón. Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk. Hevnið tykkum ikki sjálvar, elskaðu tit, men latið vreiðina sleppa framat; tí at skrivað stendur: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin.» Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans. Lat ikki hitt illa vinna á tær; men vinn tú á illum við góðum! |
Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði, so at tann, sum veitir yvirvøldini mótstøðu, hann veitir Guðs fyriskipan mótstøðu; men teir, sum veita mótstøðu, skulu fáa dóm sín. Tí at stýrismenninir eru ikki ein ótti hjá góðum verki, men hjá illum. Men vilt tú sleppa frá at óttast fyri yvirvøldini? Ger tað, sum gott er, og tú skalt fáa rós av henni. Tí at hon er tænari Guðs, tær til góða. Men gert tú tað, sum ilt er, tá skalt tú øtast; tí at hon ber ikki svørðið til einkis, av tí at hon er tænari Guðs, hevnari til revsingar fyri tann, sum hevst at tí, sum ilt er. Tess vegna er tað fyri neyðini at verða lýðin, ikki bert fyri revsingarinnar skuld, men eisini fyri samvitskunnar skuld. Tí gjalda tit jú eisini skattir; tí at teir eru tænarar Guðs, sum serliga hava hetta í varðveitslu. Gjaldið øllum tað, sum tit skylda teimum; tí skatt, sum skal hava skatt, tí toll, sum skal hava toll, tí ótta, sum skal hava ótta, tí virðing, sum skal hava virðing. Skyldið ongum nakað uttan tað at elska hvør annan; tí at tann, sum elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina. Tí at hetta: «Tú mást ikki dríva hor, tú mást ikki sláa í hel, tú mást ikki stjala, tú mást ikki girnast,» og hvat annað boð so er, tað verður tikið undir einum í hesum orði: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Kærleikin ger ikki næstanum nakað ilt; tí er kærleikin uppfylling av lógini. Og hetta eiga tit tess heldur at gera, sum tit vita tíðina, at tað longu er tíð hjá tykkum at vakna úr svøvni; tí at nú er frelsa okkara nærri, enn tá vit tóku við trúnni. Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd. Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins. Latum okkum hava sømiligan atburð sum á degi, ikki í ováti ella drykkjuskapi, ikki í ólevnaði ella siðloysi, ikki í klandri ella øvund; men íklæðist heldur Harran Jesus Krist, og havið ikki tílíka umsorgan fyri holdinum, at tað elvir girndir. |
Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. Ein hevur ta trúgv, at hann kann eta alt; men hin veiki etur bert urtaføði. Tann, sum etur, vanvirði ikki tann, sum ikki etur; og tann, sum ikki etur, dømi ikki tann, sum etur. Tí at Guð hevur tikið hann at sær. Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa. Ein ger mun á døgum, annar metir allar dagar líkar; ein og hvør veri til fulnar sannførdur í sínum egna huga. Tann, sum gevur sær far um dagin, ger tað fyri Harranum; og tann, sum etur, ger tað fyri Harranum, tí at hann takkar Guði; og tann, sum ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Guði. Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi. Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól. Tí at skrivað stendur: «So satt sum eg livi, sigur Harrin, fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal lova Guði.» So skal tá ein og hvør okkara gera Guði roknskap fyri sjálvan seg. Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara. Eg veit tað og eri fullvísur í tí í Harranum Jesusi, at einki er óreint í sjálvum sær; uttan bert fyri tí, sum heldur okkurt óreint; fyri honum er tað óreint. Tí at fær bróðir tín harm fyri mats tíns skuld, tá gongur tú ikki longur á kærleikans vegi. Før ikki við mati tínum tann til undirgangs, sum Kristus doyði fyri. Latið tí ikki hitt góða, sum tit eiga, verða til spott. Tí at Guðs ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda. Tí at tann, sum í hesum tænir Kristi, hann er Guði væl toknaður og fullroyndur millum manna. Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging. Brót ikki niður Guðs verk fyri mats skuld! Alt er av sonnum reint; men tað er tó ilt fyri tí manni, sum etur sær til ástoytingar. Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á. Ta trúgv, sum tú hevur, hav hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur. Men tann, sum ivast, hann er dømdur, um hann etur, av tí at tað ikki er av trúgv; men alt, sum ikki er av trúgv, er synd. |
Men vit, sum eru sterkir, eiga at bera veikleikarnar hjá teimum máttlítlu og ikki at gera okkum sjálvum til vildar. Ein og hvør okkara geri næsta sínum til vildar í tí, sum gott er til uppbyggingar. Tí at Kristus gjørdi ikki heldur sær sjálvum til vildar, men sum skrivað stendur: «Háðorð teirra, sum háða teg, eru fallin á meg.» Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tolmóði og teirri uggan, sum skriftirnar geva. Men Guð, sum veitir tolmóðið og ugganina, gevi tykkum, at tit mega sita væl um sátt hvør við annan, soleiðis sum Kristus Jesus vil tað, til tess at tit samhugaðir við einum munni mega prísa Guði og faðir várs harra Jesu Krists. Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru. Tí at eg sigi, at Kristus er vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld, fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru givnar, men at heidningarnir skulu prísa Guði fyri miskunnar hansara skuld, soleiðis sum skrivað stendur: «Tess vegna vil eg viðkennast teg fólkanna millum og lovsyngja navn títt.» Og aftur sigur skriftin: «Fegnist, tjóðir, saman við fólki hans!» Og uppaftur: «Harranum lovið, fólkasløg øll, og lovsyngið hann, tjóðir allar!» Og aftur sigur Jesaja: «Koma skal rótskot Ísais og tann, sum rísur upp til at ráða yvir heidningum; á hann skulu heidningar vóna.» Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans. Men eg við, brøður mínir, havi sjálvur ta fullvissu um tykkum, at tit eisini sjálvir eru fullir av góðsku, fyltir við alskyns kunnleika, førir fyri eisini at áminna hvør annan. Men tó havi eg summar staðir skrivað heldur dirvisliga til tykkara, við tað at eg aftur vildi áminna tykkum eftir teirri náði, sum mær er givin av Guði, at eg skal vera offurprestur Krists Jesu hjá heidningunum og røkja prestatænastu við gleðiboðskapinum, til tess at heidningarnir mega verða eitt hugnaligt offur, halgað av heilagum anda. Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, av tænastu míni fyri Guði. Tí at eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur útint við mær til at føra heidningar til lýdni, í orði og verki, við kraft av teknum og undurum, við kraft av anda Guðs, so at eg til fulnaðar havi boðað gleðiboðskapin um Krist frá Jerúsalem og allar staðir umkring líka til Illýriu; men tó á tann hátt, at eg havi sett mær æru í at boða gleðiboðskapin, ikki har sum Kristus áður var nevndur, fyri at eg ikki skuldi byggja á grundvølli hjá øðrum, men soleiðis sum skrivað stendur: «Teir skulu síggja, sum einki hava fingið kunngjørt um hann, og teir, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.» Tí er tað, at tað ferð eftir ferð ikki hevur borið til hjá mær at koma til tykkara. Men nú, tá ið einki er eftir hjá mær at gera í hesum landslutum, og við tað at mær í mong ár hevur longst eftir at koma til tykkara, ætli eg, tá ið eg fari til Spániu, at koma til tykkara, tí at eg vóni, at eg fái at síggja tykkum á gjøgnumferðini, og at eg av tykkum verði fylgdur á leið hagar, tá ið eg fyrst í nakran mun havi notið hugnað hjá tykkum. Men nú fari eg til Jerúsalem í ørindum fyri hini heilagu. Tí at Makedónia og Akkea hava av góðvild síni gjørt eitt samanskot til tey fátæku millum hini heilagu, sum eru í Jerúsalem. Tey hava gjørt tað av góðvild síni, tey standa eisini í skuld til teirra; tí at hava heidningarnir fingið burtur av andligu ognum teirra, so er tað skylda teirra at tæna teimum í tímiligum førum. Men tá ið eg havi útrættað hetta og havi flýggjað teimum henda ávøkst upp í hendur, ætli eg at fara haðani og leggja ferðina um bygd tykkara til Spániu, og eg veit, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við fylling av signing Krists. Men eg áminni tykkum hjartaliga, brøður, fyri várs harra Jesu Krists skuld og fyri andans kærleika skuld til saman við mær at stríða í bønunum til Guðs fyri mær, at eg má verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Júdeu, og at ørindi míni til Jerúsalem mega verða væl umtókt av hinum heilagu, fyri at eg, um Guð vil tað so, kann koma til tykkara við gleði og lívgast upp í samveru við tykkum. Men Guð friðarins veri við tykkum øllum! Amen. |
Paulus, við Guðs vilja kallaður at vera ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes, senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Eg takki altíð Guði mínum tykkara vegna, fyri ta Guðs náði, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, at tit í honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og í øllum kunnleika, líkasum eisini vitnisburðurin um Krist er staðfestur tykkara millum, so at tykkum ikki skortar nakra náðigávu, meðan tit vænta opinbering várs harra Jesu Krists, hann sum eisini skal staðfesta tykkum til endans, so at tit mega vera ólastandi á degi várs harra Jesu Krists. Trúfastur er Guð, sum tit vórðu kallað við til samfelags við son hansara Jesus Krist, harra okkara. Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan. Tí at mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at tað er klandur tykkara millum. Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: «Eg eri í parti Paulusar», «eg eri í parti Ápollosar», «eg eri í parti Kefasar», «eg eri í parti Krists». Er tá Kristus býttur sundur? Var tað Paulus, sum varð krossfestur fyri tykkum? Ella var tað til navns Paulusar, tit vórðu doyptir? Eg takki Guði fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus, fyri at eingin skal kunna siga, at tað var til mítt navn, tit vórðu doyptir. Men, tað er rætt, eg doypti eisini húsfólk Stefanasar. Annars veit eg meg ikki hava doypt nakran annan. Tí at Kristus sendi meg ikki út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Krists ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti. Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. Tí at skrivað stendur: «Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.» Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Guð ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins? Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva; við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm, men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm. Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan. Tí at, brøður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir; men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar; og tað, sum heimurin heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er, til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing, fyri at, soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum.» |
Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft. Men vísdóm tala vit millum hinna fullkomnu, men ein vísdóm, sum ikki hoyrir hesum heimi til ella høvdingunum í hesum heimi, sum verða til einkis; men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar, og sum eingin av høvdingunum í hesum heimi kendi; tí at høvdu teir kent hann, tá høvdu teir ikki krossfest dýrdardrottin. Men tað er, soleiðis sum skrivað stendur: «Tað, sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Guð hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann.» Men okkum hevur Guð opinberað tað við andanum; tí at andin rannsakar alt, eisini dýpdir Guðs. Tí at hvør av menniskjum veit, hvat ið býr í menniskjuni, uttan menniskjunnar andi, sum er í henni? Soleiðis kennir heldur eingin, hvat ið býr í Guði, uttan Guðs andi. Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Guði, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Guði, og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum. Men ein náttúrlig menniskja tekur ikki við tí, sum hoyrir Guðs anda til, tí at tað er henni dárskapur, og hon er ikki før fyri at kenna tað, av tí at tað verður dømt á andligan hátt. Men hin andligi dømir um alt, men sjálvur verður hann ikki dømdur av nøkrum. Tí at hvør hevur kent hug Harrans, so at hann skuldi lært hann? Men vit hava hug Krists. |
Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs. Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin. Dømið tí ikki nakað fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann sum eisini skal leiða tað fram í ljósið, sum er fjalt í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna; og tá skal ein og hvør fáa rós sítt av Guði. Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum. Tí at hvør gevur tær fyrimun? Og hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Men hevur tú nú fingið, hví rósar tú tær tá, sum tú ikki hevði fingið? Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum! Tí at mær tykir, at Guð hevur sett okkum ápostlarnar aftastar, eins og deyðadømdar; tí at vit eru vorðnir heiminum ein skurssjón, bæði einglum og monnum. Vit eru fávitskutir fyri Krists skuld, men tit eru vitrir í Kristi; vit veikir, men tit sterkir; tit í miklum metum, men vit vanvirdir. Líka at hesi stund eru vit bæði svangir og tystir og naknir, og vit verða bardir og hava ongan tilhaldsstað; og vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum; vit verða útspiltir, og vit vælsigna; vit verða forfylgdir, og vit taka tað við toli; vit verða spottaðir, og vit áminna; vit eru vorðnir sum heimsins gólvsóp, útskot hjá øllum líka til nú. Ikki skrivi eg hetta tykkum til skammar; men eg áminni tykkum eins og elskaðu børn míni. Tí at um tit so hava tíggju túsund lærumeistarar í Kristi, hava tit tó ikki mangar fedrar; tí at eg havi í Kristi Jesusi gitið tykkum við gleðiboðskapinum. Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir! Tess vegna sendi eg til tykkara Timoteus, sum er mítt elskaða og trúfasta barn í Harranum, og hann skal minna tykkum á vegir mínar í Kristi, soleiðis sum eg læri allar staðir í hvørjum kirkjuliði. Men summir hava blást seg upp, í vón um at eg ikki mundi koma til tykkara. Men eg komi brátt til tykkara, um Harrin vil, og skal tá fáa at kenna ikki orð teirra, sum eru uppblásnir, men kraft teirra. Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft. Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella við kærleika og spaklyndis anda? |
Yvirhøvur frættist um hor tykkara millum, og tað slíkt hor, sum enntá ikki er at finna hjá heidningunum, at maður heldur saman við konu faðirs síns. Og tit eru uppblásnir, ístaðin fyri at tit heldur áttu at harmast, so at tann, sum hevur gjørt henda gerning, kundi verið koyrdur út úr felagi tykkara! Tí at eg fyri mín part, frástaddur við likaminum, men hjástaddur við andanum, havi longu, sum var eg hjástaddur, felt tann dóm, at tann, sum hetta hevur gjørt, hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, verða givin upp til Sátan til týningar av holdinum, fyri at andin má verða bjargaður á Harrans Jesu degi. Ikki er tað vakurt, sum tit rósa tykkum av. Vita tit ikki, at lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið? Reinskið burtur hitt gamla súrdeiggið, fyri at tit mega vera nýtt deiggj, eins og tit eru ósúrgaðir; tí at eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus. Latum okkum tí halda hátíð, ikki við gomlum súrdeiggi ella við ilsku og óargaskapar súrdeiggi, men við reinleiks og sannleiks ósúrgaðu breyðum! Eg skrivaði til tykkara í brævinum, at tit eingi viðurskifti skuldu hava við horkallar, og tað meinti eg ikki við horkallar í hesum heimi yvirhøvur, ella við gírugar og ránsmenn ella avgudadýrkarar, tí at tá noyddust tit at fara út úr heiminum; men nú skrivaði eg til tykkara, at tit eingi viðurskifti skulu hava við nakran, sum er kallaður bróðir, men er ein horkallur ella gírugur ella avgudadýrkari ella illmælismaður ella drykkjumaður ella ránsmaður, so at tit ikki so mikið sum fáa tykkum at eta saman við einum slíkum. Tí at hvat havi eg við at gera at døma teir, sum uttanfyri eru? Døma ikki tit teir, sum innanfyri eru? Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum! |
Men viðvíkjandi kjøtinum frá skurðgudaofrunum, vita vit, at vit allir hava kunnugleika. Kunnugleikin blæsur upp, men kærleikin byggir upp. Um einhvør tykist at kenna nakað, tá kennir hann enn ikki soleiðis, sum hann eigur at kenna tað. Men um einhvør elskar Guð, tá er hann kendur av honum. Men viðvíkjandi áti av skurðgudaoffurkjøti, tá vita vit, at eingin skurðgudur í heiminum er til, og at eingin er Guð uttan ein. Tí at um so er, at sokallaðir gudar eru til, annaðhvørt tað so er í himni ella á jørð, soleiðis sum tað eru mangir gudar og mangir harrar, so er fyri okkum tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá, og sum vit hoyra til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum allir lutir eru vorðnir til við, og vit við honum. Tó er tann kunnugleikin ikki hjá øllum; men tað eru nakrir, sum eta tað sum skurðgudaoffurkjøt, av tí at teir higartil hava verið vanir við skurðgudar, og samvitska teirra, sum veik er, verður dálkað. Men matur gevur okkum ongan fyrimun hjá Guði; hvørki vinna vit nakað, um vit eta, ella missa vit nakað, um vit ikki eta. Men gevið gætur, at hetta frælsi tykkara ikki verður hinum veiku ein meinbogi! Tí at um einhvør sær teg, sum hevur kunnugleika, sita til borðs í skurðgudahúsi, man tá ikki samvitska hansara, sum veikur er, verða tilstuðlað til at eta skurðgudaoffurkjøt? Tí at hin veiki fer til grundar fyri kunnugleika tíns skuld, bróðirin, sum Kristus doyði fyri. Men tá ið tit soleiðis synda móti brøðrunum og sára veiku samvitsku teirra, tá synda tit móti Kristi. Av teirri grund vil eg, um matur er bróður mínum ein meinbogi, um aldur og ævir ikki eta kjøt, fyri at eg ikki skal vera bróður mínum ein meinbogi. |
Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? Eri eg ikki ápostul fyri øðrum, so eri eg tað, ið hvussu er, fyri tykkum; tí at tit eru innsiglið á ápostlaembæti mínum í Harranum. Hetta er vørn mín móti teimum, sum døma um meg. Hava vit ikki loyvi til at eta og drekka? Hava vit ikki loyvi til at føra eina systur við okkum sum konu eins og eisini hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas? Ella eru tað bert eg og Barnabas, sum ikki hava loyvi til at halda uppat at arbeiða? Hvør er nakra tíð í hertænastu fyri egnan kostnað? Hvør plantar víngarð og etur ikki ávøkst hansara? Ella hvør røktar eitt seyðafylgi og fær ikki at leska av mjólkini úr fylginum? Tali eg hetta bert á manna vísi, ella sigur ikki eisini lógin tað? Tí at skrivað stendur í Móse lóg: «Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir.» Munnu tað vera oksarnir, Guð hevur umsorgan fyri? Ella sigur hann tað ikki yvirhøvur fyri okkara skuld? Jú, tí at fyri okkara skuld varð tað skrivað, tí at tann, sum pløgir, eigur at pløga við vón, og tann, sum treskir, eigur at gera tað við vón um at fáa sín part. Hava vit nú sáað tað, sum andligt er, hjá tykkum, er tað tá nakað stórt, um vit heysta hjá tykkum tað, sum likamligt er? Hava aðrir henda rætt hjá tykkum, skulu vit tá ikki nógv meira hava hann? Men vit hava ikki nýtt henda rætt, men tola heldur alt, fyri at vit ikki skulu gera gleðiboðskapinum um Krist nakað til hindurs. Vita tit ikki, at teir, sum gera halgitænastur, fáa føðslu sína frá halgidóminum? Og at teir, sum tæna við altarið, fáa lut javnt við altarinum? Soleiðis hevur eisini Harrin skipað fyri, at teir, sum prædika gleðiboðskapin, skulu liva av gleðiboðskapinum. Men eg havi ikki gjørt nýtslu av nøkrum av hesum; og eg skrivi hetta heldur ikki fyri tað, at tað skal verða gjørt soleiðis við meg; tí at heldur vildi eg doyð, enn at nakar skuldi gera rós mítt til einkis. Tí at um eg boði gleðiboðskapin, tá er tað einki at rósa mær av; tí at ein neyðsyn liggur á mær; ja, vei mær, um eg ikki boðaði gleðiboðskapin! Tí at geri eg hetta av fríum vilja, tá fái eg løn; men geri eg tað ikki av fríum vilja, tá er tað eitt húshald, sum mær er litið til. Hvør er tá løn mín? At eg, tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki, so at eg ikki geri nýtslu av rætti mínum í gleðiboðskapinum. Tí at tó at eg eri fríur av øllum, havi eg gjørt meg sjálvan til træl hjá øllum, fyri at eg kann vinna tess fleiri. Og eg eri vorðin Jødum sum Jødi, til tess at eg kann vinna Jødar; teimum, sum eru undir lóg, eins og tann, sum er undir lóg, tó at eg sjálvur ikki eri undir lóg, til tess at vinna teir, sum eru undir lóg; teimum, sum eru uttan lóg, eins og tann, sum er uttan lóg, tó at eg ikki eri leysur frá Guðs lóg, men bundin í Krists lóg, – til tess at vinna teir, sum eru uttan lóg. Hinum veiku eri eg vorðin veikur, til tess at eg kann vinna hinar veiku. Øllum eri eg vorðin alt, til tess at eg, ið hvussu er, má kunna frelsa nakrar. Men alt geri eg fyri gleðiboðskaparins skuld, til tess at eg má fáa lut við honum. Vita tit ikki, at teir, sum renna kapp á skeiði, renna fullvæl allir, men ein fær sigursprísin? Rennið soleiðis, at tit mega fáa hann! Men ein og hvør, sum er uppi í kappleikum, er fráhaldandi í øllum; hinir fyri at kunna fáa forgongiligan krans, men vit óforgongiligan. So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum upp á óvist; eg berjist eins og tann, sum ikki slær í bera luft. Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur. |
Men eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera ókunnigir við, at fedrar okkara vóru allir undir skýinum, og fóru allir yvir um havið, og vórðu allir doyptir til Móses í skýinum og í havinum, og ótu allir hin sama andliga mat, og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teimum; men kletturin var Kristus. Men kortini hevði Guð ikki hugnað í hinum flestu teirra; tí at teir fullu í oyðimørkini. Men hetta tilbarst sum fyridømi fyri okkum, fyri at vit ikki skuldu tráa eftir tí, sum ilt er, eins og hinir tráaðu. Verðið ikki heldur skurðgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum! Soleiðis sum skrivað stendur: «Fólkið settist niður at eta og drekka, og tey stóðu upp at spæla.» Latum okkum ikki heldur dríva hor, eins og nakrir av teimum drivu hor, og tað fullu á einum degi trý og tjúgu túsund! Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. Metist ikki heldur, eins og nakrir av teimum mettust, og vórðu oyðilagdir av oyðileggjaranum! Men alt hetta hendi tey sum fyridømi; men tað er skrivað okkum til ávaringar, sum endin á øldunum er komin til. Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur! Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Guð er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út. Fyri tað, elskaðu mínir, flýggið skurðgudadýrkanina! Eg tali til tykkara sum skilamenn; dømið tit sjálvir um tað, sum eg sigi. Signingarkalikurin, sum vit vælsigna, er hann ikki samfelag við blóð Krists? Breyðið, sum vit bróta, er tað ikki samfelag við likam Krists? Við tað at breyðið er eitt, eru vit, hinir mongu, eitt likam; tí at vit hava allir lut í hinum eina breyðinum. Hyggið Ísrael eftir holdinum! Hava ikki teir, sum eta ofrini, samfelag við altarið? Hvat sigi eg tá? At skurðgudaoffurkjøt er nakað? Ella at ein skurðgudur er nakað? Nei, men at tað, sum heidningarnir ofra, tað ofra teir illum andum og ikki Guði. Men eg vil ikki, at tit skulu koma í samfelag við hinar illu andarnar. Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik illu andanna; tit kunnu ikki hava borðhald við Harranum og borðhald við illu andunum. Ella tora vit at birta Harrans vreiði? Munnu vit vera sterkari enn hann? Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt. Alt er loyvt, men ikki alt byggir upp. Eingin søki sín egna bata, men tað sum er bati hjá øðrum! Alt, sum selt verður í kjøtbúð, etið tað og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! Tí at jørðin er Harrans og fylling hennar. Um einhvør av hinum vantrúgvu bjóðar tykkum, og tit vilja fara, tá etið av øllum tí, sum verður sett fram fyri tykkum, og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! Men um einhvør sigur við tykkum: «Hetta er offurkjøt,» tá etið ikki, fyri hansarar skuld, sum varaði tykkum við, og fyri samvitskunnar skuld. Samvitskunnar, sigi eg, ikki sína egnu samvitsku, men samvitskuna hjá hinum. Tí at hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitskuni hjá øðrum. Um eg fái mær at eta við tøkk, hví skal eg tá verða illa sagdur fyri tað, sum eg takki fyri? Annaðhvørt tit tí eta ella drekka ella hvat tit gera, gerið tað alt til Guðs æru! Verið hvørki Jødum ella Grikkum ella Guðs kirkjuliði til meinboga, líkasum eg fyri mín part royni í øllum lutum at tekkjast øllum, við tað at eg ikki søki mítt egna gagn, men tað sum er hinum mongu at gagni, fyri at tey mega verða frelst. 11,1 Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fyri mín part eri Krists! |
Men viðvíkjandi hinum andligu gávunum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi. Tit vita, at meðan tit vóru heidningar, tá vórðu tit drignir at hinum málleysu skurðgudunum, alt sum tit vórðu drignir. Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: «Bannaður er Jesus!» og eingin kann siga: «Jesus er Harri,» uttan av heilagum anda. Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. Men opinbering andans verður einum og hvørjum givin til tað, sum gagnligt er. Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda; øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda; øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu. Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni. Tí at eins og likamið er eitt og hevur mangar limir, men allir limirnir á likaminum, tó at teir eru mangir, kortini eru eitt likam, soleiðis eisini Kristus. Tí at við einum anda vórðu vit jú allir doyptir til eitt likam, annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella frælsir; og allir fingu vit ein anda at drekka. Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir. Um fóturin segði: «Við tað at eg eri ikki hond, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur hann fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. Og um oyrað segði: «Við tað at eg eri ikki eyga, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur tað fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin? Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði. Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið? Men nú eru tað mangir limir, men eitt likam. Eygað kann ikki siga við hondina: «Eg treingi ikki til tín!» ella høvdið við føturnar: «Eg treingi ikki til tykkara!» Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu, og teir, sum tykjast okkum ikki so virðismiklir á likaminum, teir klæða vit við tess størri virðing; og teir limirnir, sum vit blúgvast við, verða viðfarnir við tess størri blúgv; hinir harímót, sum vit ikki blúgvast við, hava tað ikki neyðugt. Men Guð hevur sett likamið soleiðis saman, at hann gav tí ringara størri æru, fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum. Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg. Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar, í øðrum lagi til profetar, í triðja lagi til lærarar, síðan kraftargerðir, tínæst gávur til at grøða, til at hjálpa, til at stýra, og ymsar tungutalur. Munnu allir vera ápostlar? Munnu allir vera profetar? Munnu allir vera lærarar? Munnu allir gera kraftargerðir? Munnu allir hava gávur at grøða? Munnu allir tala í tungum? Munnu allir týða? Men tráið eftir hinum størstu náðigávunum! Og eg skal vísa tykkum á ein ólíka betri veg. |
Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum. Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð, tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði. Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær. Annaðhvørt tað so eri eg ella tað eru teir, soleiðis prædika vit, og soleiðis tóku tit við trúnni. Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi. Men ein og hvør í sínum raði: Kristus sum frumgróðurin, tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara; síðan kemur endin, tá ið hann letur ríkið til Guð og faðirin, tá ið hann hevur týnt einum og hvørjum harradømi, einum og hvørjum veldi og mátti. Tí at hann skal vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin; tí at alt hevur hann lagt undir føtur hansara. Men tá ið hann sigur, at alt er lagt undir, er tað eyðvitað, at hann er undantikin, sum legði alt undir hann. Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir tann, sum legði allar lutir undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum. Hvat gera tá annars tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu? Um deyð yvirhøvur ikki rísa upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey? Hví seta vit okkum eisini í váða hvønn tíma? Hvønn dag doyggi eg, so satt sum eg kann rósa mær av tykkum, brøður, í Kristi Jesusi, harra okkara. Tá ið eg, á manna vísi talað, havi barst við villdjór í Efesus, hvat gagn havi eg tá av tí? Um deyð ikki rísa upp, «tá latum okkum eta og drekka, tí at í morgin doyggja vit!» Villist ikki! Ringt felag spillir góðar siðir. Verið rættuliga klárvaknir og syndið ikki! Tí at summir hava ongan kunnleika um Guð; tykkum til skammar sigi eg tað. Men nú kundi onkur sagt: «Hvussu rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey?» Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr; og tá ið tú sáar, er tað ikki tað likamið, sum koma skal, tú sáar, men eitt bert frækorn, annaðhvørt tað nú er av hveiti ella onkrum øðrum sáðkorni. Men Guð gevur tí eitt likam, soleiðis sum hann hevur viljað, og hvørjum slagi av sáðkorni sítt egna likam. Ikki er alt hold sama hold; men eitt er mannahold, annað er djóra; eitt er fuglahold, annað er fiska. Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hinum jørðisku. Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; tí at stjørna brýtur av frá stjørnu í ljóma. Soleiðis er tað eisini við uppreisnini av deyðum. Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, men rísur upp í styrkleika. Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam. Er eitt náttúrligt likam til, tá er eisini eitt andligt likam til. Soleiðis stendur eisini skrivað: «Hin fyrsti maðurin, Ádam, varð livandi sál,» hin seinni Ádam lívgandi andi. Men hitt andliga er ikki tað fyrsta, men hitt náttúrliga, síðan hitt andliga. Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni. Eins og hin jørðiski var, soleiðis eru eisini hini jørðisku; og eins og hin himmalski var, soleiðis eru eisini hini himmalsku. Og líkasum vit hava borið mynd hins jørðiska, soleiðis skulu vit eisini bera mynd hins himmalska. Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva Guðs ríki, heldur ikki arvar hitt forgongiliga óforgongiligleikan. Sí, eg sigi tykkum eitt loyndarmál. Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir, í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika. Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: «Deyðin er uppslúkaður í sigur.» «Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?» Men broddur deyðans er syndin, og máttur syndarinnar er lógin. Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi! Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum! |
Men viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, tá gerið eisini tit soleiðis, sum eg havi skipað kirkjuliðunum í Galatiu fyri. Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá fyrsta verður farið undir samanskotið, tá ið eg komi. Men tá ið eg komi, skal eg senda teir, sum tit halda dugandi til tess, við brævum at fara við kærleiksgávu tykkara til Jerúsalem. Men er tað vert, at eg eisini fari, tá skulu teir vera í ferðini við mær. Eg komi til tykkara, tá ið eg havi ferðast um Makedóniu; tí at eg leggi ferð mína um Makedóniu. Men tað kann vera, at eg steðgi eina tíð hjá tykkum, ella eisini verði allan veturin, fyri at tit kunnu fylgja mær á leið, hvar eg so tá fari. Tí at eg vil ikki síggja tykkum nú á veginum; men eg vóni at kunna verða eina tíð hjá tykkum, um Harrin vil loyva tað. Men eg verði verandi í Efesus líka til hvítusunnu; Tí at einar dyr eru mær opnaðar har, víðar og virkisfullar, og mótstøðumenninir eru mangir. Tá ið Timoteus kemur, tá síggið til, at hann óttaleyst kann vera hjá tykkum; tí at tað er Harrans gerningur, hann ger, eins og eg. Tí má eingin vanvirða hann; men fylgið honum á leið í friði, fyri at hann kann koma til mín; tí at eg vænti hann við brøðrunum. Men hvat ið bróðurinum Ápollosi viðvíkur, tá havi eg biðið hann so mikið um at fara til tykkara saman við brøðrunum; men hann hevði heilt ongan hug at fara nú, men hann skal koma, tá ið hann fær stundir. Vakið, standið fastir í trúnni, verið manniligir, verið sterkir! Alt hjá tykkum veri gjørt í kærleika! Men eg áminni tykkum, brøður, – tit vita um hús Stefanasar, at tað er frumgróður Akkeu, og at tey hava givið seg í tænastu hjá hinum heilagu, – at eisini tit eru slíkum monnum undirgivnir, og einum og hvørjum, sum arbeiðir við og ger sær ómak. Eg gleði meg um, at Stefanas og Fortunatus og Akaikus eru her hjá mær, tí at teir hava bøtt um saknin av tykkum. Tí at teir hava kveikt anda mín og tykkara. Havið tí slíkar í metum! Kirkjuliðini í Ásiu lata heilsa tykkum. Akvilas og Priska saman við kirkjuliðinum í húsi teirra lata heilsa tykkum so mikið í Harranum. Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Heilsan við míni egnu, Paulusar, hond. Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Maran ata! Harrans Jesu náði veri við tykkum! Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi! |
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og Timoteus bróðirin, heilsa Guðs kirkjuliði, sum er í Korint, saman við øllum hinum heilagu, sum eru í allari Akkeu. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð allar troystar, sum troystar okkum í eini og hvørji trongd okkara, so at vit kunnu troysta tey, sum eru í alskyns trongdum við teirri troyst, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Guði. Tí at líkasum líðingar Krists koma ríkliga yvir okkum, soleiðis kemur eisini troyst okkara ríkliga við Kristi. Og annaðhvørt vit líða trongdir, tá er tað tykkum til troystar og frelsu, ella vit verða troystaðir, tá er tað tykkum til ta troyst, sum vísir kraft sína í tolmóði í teimum somu líðingum, sum vit eisini líða. Og vón okkara um tykkum er føst, við tað at vit vita, at eins og tit eru felagar í líðingunum, soleiðis eru tit tað eisini í troystini. Tí at vit vilja ikki, brøður, at tit ikki skulu vita um ta trongd, sum okkum var fyri í Ásiu, at vit vórðu ógvuliga hart niðurtyngdir, meira enn vit vóru mentir, so at vit eisini ivaðust um lívið. Ja, sjálvir høvdu vit avsagt deyðadómin fyri okkum sjálvum, fyri at vit ikki skuldu líta á okkum sjálvar, men á Guð, sum reisir upp hini deyðu, hann, sum bjargaði okkum og bjargar okkum úr slíkum deyða, og sum vit seta ta vón til, at hann eisini enn vil bjarga okkum, við tað at tit eisini koma okkum til hjálpar við bønini fyri okkum, fyri at tað av mongum munnum má verða framborin tøkk okkara vegna fyri ta náðigávu, sum okkum er veitt við forbøn av mongum. Tí at hetta er rós okkara, vitnisburðurin í samvitsku okkara, at í heilagleika og reinleika Guðs, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guðs hava vit ferðast um í heiminum, og serstakliga hjá tykkum. Tí at vit skriva einki annað til tykkara enn tað, sum tit annaðhvørt lesa ella hava fingið at sanna. Og eg vóni, at tit til fulnar skulu sanna tað, líkasum tit eisini fyri ein part hava sannað um okkum, at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara, á degi Jesu, harra várs. Og í hesum treysti var tað ætlan mín at koma fyrst til tykkara, fyri at tit skuldu fáa náði tvær reisur, og at fara um hjá tykkum til Makedóniu, og so frá Makedóniu koma aftur til tykkara, og av tykkum verða fylgdur á veg til Júdeu. Tá ið nú hetta var ætlan mín, man eg tá hava verið ein vingliskøltur? Ella tey ráð, sum eg taki fyri, taki eg tey fyri eftir holdinum, fyri at tað hjá mær skulu vera bæði ja, ja, og nei, nei? So satt sum Guð er trúfastur, so er tala okkara til tykkara ikki bæði ja og nei. Tí at sonur Guðs, Kristus Jesus, sum tykkara millum er prædikaður av okkum, av mær og Silvanusi og Timoteusi, var ikki bæði ja og nei, men ja er tað vorðið í honum. Tí at so mangar sum Guðs fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Guði til æru við okkum. Men tann, sum heldur okkum tillíka við tykkum fast við Krist og salvaði okkum, er Guð, hann sum eisini hevur innsiglað okkum og givið okkum pant andans í hjørtu okkara. Men eg kalli Guð til vitni móti sál míni, at tað var fyri at eira tykkum, at eg ikki enn eri komin til Korint. Ikki so, sum at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, men vit eru starvsfelagar at gleði tykkara, tí at í trúnni standa tit. |
Men eg gjørdi hetta av fyri mín egna part, at eg ikki aftur vildi koma til tykkara við sorg. Tí at um eg veldi tykkum sorg, hvør er tað tá, sum ger meg glaðan, uttan tann, sum eg veldi sorg? Og júst av teirri grund skrivaði eg til tykkara, fyri at eg, tá ið eg kom, ikki skuldi fáa sorg av teimum, sum eg átti at fáa gleði av, við tað at eg havi tað treyst á tykkum øllum, at gleði mín er gleði hjá tykkum øllum. Tí at av miklari angist og hjartans trega skrivaði eg til tykkara við mongum tárum, ikki fyri tað at tit skuldu fáa sorg, men fyri at tit skuldu fáa at kenna tann kærleika, sum eg havi til tykkara serstakliga. Men um einhvør hevur volt sorg, tá er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men í nøkrum muni – at eg ikki skal gera ov nógv av – tykkum øllum. Nóg mikil er tí manni tann revsing, sum hann hevur fingið av teimum flestu av tykkum, so at tit nú aftur ímót heldur eiga at fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann ikki skal søkka í enn størri sorg. Tí áminni eg tykkum, at tit koma á samt um at sýna honum kærleika. Tí at eisini av teirri grund skrivaði eg, at eg kundi fáa at vita, hvussu fullroynd tit eru, og um tit eru lýðin í øllum lutum. Men tí, sum tit fyrigeva nakað, honum fyrigevi eg við. Tí at eisini tað, sum eg havi fyrigivið, – um eg havi havt nakað at fyrigeva, – tað havi eg gjørt fyri tykkara skuld, fyri ásjón Krists, til tess at vit ikki skulu verða villleiddir av Sátani; tí at vit eru ikki ókunnigir við svikráð hansara. Tá ið eg kom til Troas at boða gleðiboðskapin um Krist, og dyr vóru mær opnaðar har í Harranum, tá hevði eg ikki rógv í anda mínum, av tí at eg hitti ikki Titus, bróður mín, men eg skildist frá teimum og fór avstað til Makedóniu. Men Guði veri tøkk, sum altíð førir okkum fram í sigursferð í Kristi, og við okkum letur angan av kunnskapi sínum koma upp allar staðir; tí at vit eru Krists góði angi fyri Guði millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast, teimum ein angi av deyða til deyða, men hinum ein angi av lívi til lívs. Og hvør er dúgligur til hetta? Tí at vit eru ikki eins og hinir mongu, sum fara óreiðuliga við Guðs orði, men vit tala sum av reinleika, ja, sum av Guði, fyri ásjón Guðs í Kristi. |
Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli? Ella tørvar okkum, eins og summum, at hava viðmælisbræv til tykkara ella frá tykkum? Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti. Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld; ikki so, at vit av okkum sjálvum eru dúgligir til at hugsa nakað upp sum av okkum sjálvum, men dugnaskapur okkara er frá Guði, honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men anda; tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar. Men tá ið tænasta deyðans, sum við bókstøvum var innhøgd í steinar, kom fram í dýrd, so at Ísraelsmenn ikki toldu at líta at andliti Mósesar fyri ljómanum í andliti hansara, sum tó hvarv burtur, hvussu mikið meira má tá ikki tænasta andans vera í dýrd? Tí at hevði fordømingartænastan dýrd, tá er rættvísitænastan enn mikið meira rík í dýrd. Tí at sjálvt hitt dýrdríka er í hesum luti tó ikki dýrdríkt í samanburði við hin ovurstóra dýrdleika. Tí at tá ið tað, sum hvørvur burtur, kom fram í dýrd, tá skal mikið meira tað, sum varir við, vera í dýrd. Við tað at vit nú hava slíka vón, tá halda vit fram við miklum treysti, og gera ikki eins og Móses, sum legði eitt skýli yvir andlit sítt, fyri at Ísraelsmenn ikki skuldu líta at, at tað, sum hvarv burtur, fekk enda. Men hugur teirra varð forherðaður; tí at líka til dagin í dag liggur sama skýlið yvir upplestrinum av hinum gamla sáttmálanum og verður ikki tikið burturav; tí at eina í Kristi fer tað burtur. Ja, líka til dagin í dag liggur eitt skýli yvir hjørtum teirra, tá ið Móses verður lisin upp. Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur. Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi. Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans. |
Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt. Men vit hava avsagt okkum hinar skammiligu loynigøturnar og fara ikki fram við svikum ella falska Guðs orð, men við at kunngera sannleikan bjóða vit okkum fram fyri samvitsku hvørs mans fyri ásjón Guðs. Men um so er, at gleðiboðskapur okkara er huldur við einum skýli, tá er tað millum teirra, sum glatast, at hann er huldur við skýli, hjá teimum, sum gudurin yvir hesum heimi hevur blindað hin vantrúna hugin á, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, hann sum er Guðs mynd, ikki skuldi skína. Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld. Tí at Guð, sum segði: «Úr myrkrinum skal ljós skína fram!» hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guðs dýrd í ásjón Krists lýsa fram. Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum, trongdir sum vit eru í øllum førum, men tó ikki innibyrgdir; ivafullir, men tó ikki ráðleysir; atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir; altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara. Ja, altíð verða vit, meðan vit liva, givnir upp til deyða fyri Jesu skuld, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í deyðuliga holdi okkara. Soleiðis er tá deyðin virksamur í okkum, men lívið í tykkum. Men av tí at vit hava hin sama trúar andan, samsvarandi tí, sum skrivað stendur: «Eg trúði, tí talaði eg,» so trúgva vit eisini, og tí tala vit eisini, við tað at vit vita, at hann, sum vakti upp Harran Jesus, skal eisini uppvekja okkum saman við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. Tí at alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin, sum er økt við at náa til tess fleiri, má gera takkargerðina ríkliga til Guðs æru. Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. Tí at trongd okkara, sum er stokkut og lætt, virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd, við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt. |
Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. Tess vegna stynja vit eisini, við tað at okkum leingist eftir at yvirklæðast við húsi okkara frá himni, so satt sum vit, tá ið vit eru íklæddir, ikki skulu standa naknir. Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja, av tí at vit vilja ikki avklæðast, men yvirklæðast, fyri at hitt deyðuliga kann verða uppslúkað av lívinum. Men tann, sum hevur gjørt okkum førar júst fyri hesum, er Guð, sum gav okkum pant andans. Vit hava tí altíð gott treyst og vita, at meðan vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum; tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit hava gott treyst og hava bestan hugin til at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum. Tess vegna seta vit eisini okkara æru í, annaðhvørt vit eru heima ella burtur, at vera honum til tokka. Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt. Við tað at vit tá kenna Harrans ótta, royna vit at vinna menniskjur, men fyri Guði eru vit opinlýsir; ja, eg vóni, at vit eisini eru opinlýsir fyri samvitskum tykkara. Ikki geva vit aftur okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum føri til at rósa tykkum av okkum, fyri at tit kunnu hava okkurt at svara teimum, sum rósa sær av hinum ytra og ikki av hjartalaginum. Tí at um vit hava mist vitið, tá er tað fyri Guðs skuld, ella um vit hava alt okkara skil, tá er tað fyri tykkara skuld. Tí at kærleiki Krists valdar okkum; við tað at vit hava hildið hetta: Ein er deyður fyri allar, tá eru teir allir deyðir; og hann er deyður fyri allar, fyri at teir, sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men fyri honum, sum fyri teir er deyður og upprisin. Tí meta vit tá hereftir ongan eftir holdinum; ja, um vit so eftir holdinum hava kent Krist, tá kenna vit hann nú ikki longur soleiðis. Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð! Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum. |
Men sum starvsfelagar áminna vit eisini tykkum, at tað ikki má vera til einkis, tit taka ímót Guðs náði. Tí at hann sigur: «Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.» Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur! Í ongum luti eru vit til nakran meinboga, fyri at tænastan ikki skal verða lastað. Men í øllum lutum bjóða vit okkum sjálvar fram sum tænarar Guðs, í nógvum toli, í trongdum, í neyðum, í trongum viðurskiftum, í høggum, í fongslum, í umflakkan, í møði, í náttarvøkum, í føstum, við reinleika, við kunnleika, við langmóði, við mildleika, við heilagum anda, við falsleysum kærleika, við sannleiksorði, við Guðs kraft, við rættferðar vápnum til sóknar og varnar, í æru og vanæru, í lasti og lovi, sum villleiðarar og tó sannførir, sum ókendir og tó alkendir, sum komnir til deyða, og sí, vit liva, sum revsaðir, og tó ikki avlívaðir, sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir, sum fátækir, men gera tó mangar ríkar, sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt. Muður okkara er latin upp móti tykkum, Korintmenn; rúmt er í hjarta okkara. Tað er ikki trongt fyri tykkum hjá okkum, men tað er trongt í hjartalagi tykkara. Men á sama hátt skulu tit aftur ímót – eg tali eins og við børn míni – lata tað eisini verða rúmt hjá tykkum. Gangið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvum! Tí at hvønn felagsskap hevur rættvísi við órætt? Ella hvat samfelag hevur ljós við myrkur? Og hvat samljóð er millum Krist og Belial? Ella hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvan? Og hvørja sameining hevur Guðs tempul við skurðgudar? Tí at vit eru tempul hins livandi Guðs, soleiðis sum Guð hevur sagt: «Eg skal búgva hjá teimum og ganga ímillum teirra, og eg skal vera Guð teirra, og tey skulu vera fólk mítt. Tess vegna, farið burtur frá teimum og skiljið tykkum frá teimum, sigur Harrin, og nemið ikki við nakað óreint, og eg skal taka tykkum til mín, og eg skal vera tykkum faðir, og tit skulu vera mær synir og døtur, sigur Harrin hin alvaldi.» 7,1 Við tað at vit hava hesar fyrijáttanir, elskaðu tit, tá latum okkum reinsa okkum sjálvar frá øllum óreinskapi á holdi og anda, so at vit fullføra heilagleika í Guðs ótta! |
Gevið okkum rúm! Ongum hava vit gjørt órætt, ongan hava vit skaðað, ongum hava vit gjørt okkum vinning av. Tað er ikki fyri at fella dóm, eg sigi tað; tí at eg havi áður sagt, at tit eru í hjørtum okkara, so at vit doyggja saman og liva saman. Eg havi stórt treyst viðvíkjandi tykkum, eg havi mikið rós av tykkum, eg eri fullur av troyst, eg eri ovurríkur av gleði í allari trongd okkara. Tí at eisini tá ið vit komu til Makedóniu, hevði hold okkara onga rógv, men vit vóru trongdir á ein og hvønn hátt; fyri uttan stríð, fyri innan ótti. Men Guð, sum troystar hini niðurboygdu, hann troystaði okkum við komu Titusar; ja, ikki bert við komu hansara, men eisini við teirri troyst, sum hann var troystaður við hjá tykkum, tá ið hann segði okkum frá longsli tykkara, gráti tykkara, íðinskapi tykkara vegna mín, so at eg gleddist enn meir. Tí at um eg havi gjørt tykkum sorg við brævinum, so iðri eg meg ikki eftir tí, um eg eisini fyrr iðraði meg eftir tí; tí at eg síggi, at hatta brævið hevur gjørt tykkum sorg, um so bert eina stund. Nú eri eg glaður, ikki tí at tit fingu sorg, men tí at tit fingu sorg til umvendingar; tí at tit fingu sorg eftir Guðs sinnalagi, fyri at tit í ongum luti skulu fáa skaða av okkum. Tí at sorgin eftir Guðs sinnalagi virkar umvending til frelsu, sum eingin iðrar seg um; men sorg heimsins virkar deyða. Tí at, sí, hetta sama, at tit fingu sorg eftir Guðs sinnalagi, hvussu stóran áhuga virkaði tað ikki hjá tykkum, ja vørn, ja gremju, ja ótta, ja longsil, ja íðinskap, ja revsing! Á ein og hvønn hátt hava tit nú sýnt, at tit vóru sakleysir í hesi søk. Um eg tí eisini skrivaði til tykkara, tá var tað ikki fyri hansara skuld, sum órættin gjørdi, ikki heldur fyri hansara skuld, sum fyri órættinum varð, men fyri at áhugi tykkara fyri okkum skuldi verða opinlýsur hjá tykkum fyri ásjón Guðs. Tí eru vit troystaðir. Men aftur at hesi troyst okkara kom hin nógv størra gleðin um gleði Titusar; tí at andi hansara er upplívgaður av tykkum øllum. Tí at um eg í onkrum havi róst mær av tykkum fyri honum, tá eri eg ikki vorðin til skammar; men eins og alt tað, sum vit hava talað til tykkara, hevur samsvarað við sannleika, soleiðis er eisini rós okkara fyri Titusi vorðið sannleiki. Og hjartalag hansara er tess innarligari vent til tykkara, sum hann minnist lýdnið hjá tykkum øllum, hvussu tit tóku ímót honum við ótta og bivan. Eg eri glaður um, at eg í øllum førum kann líta á tykkum. |
Um hjálpina til hini heilagu er tað, sum nú er statt, óneyðugt hjá mær at skriva til tykkara; tí at eg kenni tykkara góða hug, sum eg rósi mær av tykkara vegna hjá Makedónum, at Akkea hevur verið til reiðar longu síðan í fjør; og íðinskapur tykkara hevur elvt tess fleiri til kappingar. Men eg sendi brøðurnar, fyri at rós okkara av tykkum ikki skal koma upp í einki í hesum luti, og fyri at tit, soleiðis sum eg segði, mega vera lidnir; so at ikki tað skal vera, at vit, – fyri ikki at siga tit – skulu verða til skammar í hesum treysti, um tað koma Makedónar við mær, og teir finna tykkum ólidnar. Eg helt tað tí vera neyðugt at stuðla brøðrunum til at fara undan mær til tykkara og frammanundan skipa fyri gávu tykkara, sum áður er lovað, so at hon kann vera liðug sum ein signing og ikki sum ein pírnisgáva. Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara. Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk; soleiðis sum skrivað stendur: «Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku, góðgerð hans varir allar ævir.» Men tann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð til føðslu, hann skal eisini geva tykkum sáð og gera tað margfalt og geva avgrøðini av góðgerð tykkara vøkst, so at tit í øllum lutum verða ríkir til alla gávumildi, sum við okkum virkar takksemi til Guðs. Tí at starvið við hesi tænastu bøtir ikki bert um trotið hjá hinum heilagu, men ber eisini ríkan ávøkst við takkargerðum til Guðs frá mongum, við tað at tey av tí sannroynda hjartalagi, sum henda hjálpin sýnir, koma at lova Guði fyri lýdni tykkara til at viðkenna tykkum gleðiboðskapin um Krist, og fyri trúlyndi tykkara í samfelaginum við tey og við øll, við tað at tey eisini í bøn fyri tykkum tráa eftir tykkum vegna Guðs ovurríku náði móti tykkum. Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu! |
Men eg sjálvur, Paulus, áminni tykkum við spakføri og mildi Krists, eg, sum «upp í eyguni eri eyðmjúkur, tá ið eg eri hjá tykkum, men frástaddur eri djarvur ímót tykkum.» Eg biði um, at eg, tá ið eg verði hjástaddur, má sleppa frá at vera djarvur við tí treysti, sum eg ætli mær at halda ímót summum við, teimum, sum halda um okkum, at vit fara fram samsvarandi holdinum. Tí at um vit liva í holdinum, tá stríðast vit tó ikki samsvarandi holdinum; tí at stríðsvápn okkara eru ikki holdlig, men máttug fyri Guði til at bróta niður vígvirki, við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi, og eru albúnir til at revsa eitt og hvørt ólýdni, tá ið lýdni tykkara er vorðið fullkomið. Lítið at tí, sum er beint fyri eygunum! Um einhvør heldur seg vísan í tí, at hann sjálvur hoyrir Kristi til, tá hugsi hann tað aftur frá sær sjálvum, at líkasum hann hoyrir Kristi til, soleiðis eisini vit. Tí at um so var, at eg vildi rósa mær í meira lagi av valdi okkara, sum Harrin hevur givið okkum til at uppbyggja og ikki til at niðurbróta tykkum, tá skuldi eg tó ikki verða til skammar, fyri at tað ikki skal tykjast, sum at eg vildi ræða tykkum við brævunum, – tí at brævini, siga tey, eru tung og strong, men likamliga nærvera hansara er veik, og talu hansara leggur eingin í. Tann, sum slíkt sigur, skal hugsa tað, at slíkir sum vit eru í orði, í brævum, frástaddir, teir somu eru vit eisini í verki, hjástaddir. Tí at vit vága ikki at telja okkum millum teirra ella at meta okkum saman við summar av teimum, sum geva sær sjálvum viðmæli; nei, tá ið hinir mála seg við seg sjálvar og meta seg við seg sjálvar, tá eru teir fávitskutir. Men vit vilja ikki rósa okkum út um mark, men innan fyri markið, tað lopið, sum Guð hevur tilskilað okkum sum mark: at koma alla leiðina fram líka til tykkara. Tí at vit toyggja okkum ikki ov langt fram, sum at vit ikki høvdu vunnið fram til tykkara, – tí at vit eru jú komnir alla leiðina líka til tykkara við gleðiboðskapinum um Krist, so at vit ikki rósa okkum út um mark av arbeiðinum hjá øðrum, men vit hava ta vón, at so hvørt sum trúgv tykkara veksur, skulu vit verða stórir hjá tykkum, ja, alstórir, viðvíkjandi lopi okkara, so at vit kunnu boða gleðiboðskapin hinumegin tykkum, og ikki rósa okkum av lopinum hjá øðrum viðvíkjandi tí, sum longu er gjørt liðugt. Nei, tann, sum rósar sær, hann rósi sær í Harranum! Tí at fulltikin er ikki tann, sum gevur sær sjálvum viðmæli, men tann sum Harrin gevur viðmæli. |
Gævi, at tit vildu tola eitt sindur av fávitsku av mær! Jú, ivaleyst hava tit tol við mær. Tí at eg eri vandin um tykkum við vandlæti Guðs; tí at eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist. Men eg kvíði fyri, at eins og ormurin sveik Evu við svikum sínum, soleiðis skulu eisini hugsanir tykkara verða spiltar og leiddar burtur frá hinum einfalda trúskapinum móti Kristi. Tí at um einhvør kemur og prædikar annan Jesus, sum vit ikki hava prædikað, ella tit fáa annan anda, sum tit ikki hava fingið, ella annan gleðiboðskap, sum tit ikki hava tikið ímót, tá mundu tit tola tað rættuliga væl. Tí at eg haldi meg tó ikki í nøkrum luti standa aftan fyri hinar ovurstóru ápostlarnar; men um eg so eri ólærdur í taluni, eri eg tað tó ikki í kunnleikanum, heldur tvørtur ímót hava vit á allan hátt sýnt tykkum hann í øllum lutum. Ella gjørdi eg synd, tá ið eg setti meg sjálvan lágt, fyri at tit kundu verða settir høgt, við tað at eg boðaði tykkum gleðiboðskap Guðs fyri einki? Onnur kirkjulið rændi eg, við tað at eg tók løn av teimum fyri at kunna tæna tykkum; og tá ið eg var hjá tykkum og mær vantaði okkurt, varð eg tó ikki nøkrum til byrði. Tí at um trot mítt bøttu brøðurnir, sum komu úr Makedóniu; og í øllum varnaðist eg fyri at falla tykkum til tyngslu, og vil varnast. So satt sum sannleiki Krists er í mær, skal hesum rósi um meg ikki verða byrgt fyri í bygdarløgunum í Akkeu. Hví tá? Av tí at eg ikki elski tykkum? Nei, tað veit Guð! Men tað sum eg geri, vil eg eisini gera framvegis, so at eg kann forða teimum tilevni, sum royna at fáa eitt tilevni, til tess at teir mega gerast okkum líkir í tí, sum teir rósa sær av. Tí at slíkir menn eru falskir ápostlar, svikaligir arbeiðarar, sum taka á seg mynd sum ápostlar Krists. Og tað er ikki undur í; tí at sjálvur Sátan tekur á seg mynd sum ein ljóseingil. Tað er tí ikki nakað stórt, um eisini tænarar hansara taka á seg mynd sum rættvísitænarar; men endalykt teirra skal verða eftir verkum teirra. Aftur sigi eg: Eingin haldi meg vera fákunnan! Men um so er, so gevið mær tó ljóð sum einum fákunnum, fyri at eisini eg kann rósa mær eitt sindur. Tað sum eg nú tali, tali eg ikki eftir sinnalagi Harrans, men sum í fákunnu, við tað at eg við slíkum treysti rósi mær. Av tí at mangir rósa sær eftir holdinum, vil eg eisini rósa mær soleiðis; tí at gjarna tola tit hinar fákunnu, so vitrir sum tit eru. Tí at tit tola tað, um einhvør ger tykkum til trælar, um einhvør etur tykkum upp, um einhvør tekur tykkum, um einhvør setir seg høgt, um einhvør slær tykkum í andlitið. Mær til skammar sigi eg hetta, við tað at vit hava verið veikir; men har sum einhvør heldur nógv um seg sjálvan – eg tali í fákunnu, – har geri eg tað við. Eru teir Hebrear? Eg eri tað við. Eru teir Ísraelitar? Eg við. Eru teir Ábrahams ætt? Eg við. Eru teir tænarar Krists? – eg tali sum ein óður maður –, eg eri tað nógv meira. Eg havi havt nógv størri stríð, eg havi fingið nógv fleiri sløg, verið tíðari í fongsli, ofta í lívsvanda. Av Jødum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. Tríggjar ferðir eri eg vorðin húðflongdur, eina ferð steinaður, tríggjar ferðir havi eg liðið skipbrot, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. Ofta á ferðing, í vandum av áum, í vandum av ránsmonnum, í vandum av landsmonnum, í vandum av heidningum, í vandum í bygd, í vandum í oyðimørk, í vandum á sjógvi, í vandum av følskum brøðrum, í strevi og møði, ofta í náttarvøkum, í hungri og tosta, ofta í føstu, í kulda og nakni. Og umframt, alt tað sum her kemur aftrat, dagligar ónáðir, umsorgan fyri øllum kirkjuliðunum. Hvør er veikur, uttan at eg við eri veikur? Hvør fær meinboga, uttan at tað brennur í mær? Um eg endiliga skal rósa mær, vil eg rósa mær av veikleika mínum. Guð og faðir Harrans Jesu, hann sum vælsignaður er allar ævir, veit, at eg ikki ljúgvi. Í Damaskus setti landshøvdingin hjá Aretas vaktarhald um staðin hjá Damaskusmonnum fyri at taka meg; og gjøgnum ein glugga varð eg sigin niður fyri múrin í eini kurv og slapp úr hondum hansara. |
Eg noyðist at rósa mær, tó at gagnligt er tað ikki; men eg skal nú koma til sjónir og opinberingar frá Harranum. Eg veit um ein mann í Kristi, sum fyri fjúrtan árum síðan – um tað var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki, Guð veit tað – varð ryktur burtur líka til triðja himmalin. Og eg veit um henda mann – um tað var í likaminum ella uttan likamið, veit eg ikki, Guð veit tað – at hann varð ryktur upp í páradís og hoyrdi ósigandi orð, sum tað ikki er loyvt eini menniskju at tala. Av slíkum vil eg rósa mær, men av mær sjálvum vil eg ikki rósa mær, uttan av máttloysi mínum. Tí at um eg vildi rósa mær, varð eg tó ikki vitleysur, tí at tað var sannleiki, eg segði. Men eg lati tað vera, fyri at eingin skal hugsa um meg út um tað, sum hann sær hjá mær ella hoyrir av mær. Og fyri at eg ikki skal gerast hugmóðigur av hinum miklu opinberingum, er mær givin ein tornur í holdið, ein Sátans eingil, at hann skal sláa meg, so at eg ikki skal gerast hugmóðigur. Um hann havi eg tríggjar ferðir biðið Harran, at hann skuldi fara frá mær. Og hann hevur svarað mær: «Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi.» Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær. Tess vegna líkar mær væl í veikleika, í yvirgangsverkum, í neyð, í atsóknum, í trongdum fyri Krists skuld; tí at tá ið eg eri veikur, tá eri eg sterkur. Eg eri vorðin vitleysur. Tit hava noytt meg til tess; tí at eg átti at hava fingið viðmæli frá tykkum. Tí at í ongum luti stóð eg aftan fyri hinar ovurstóru ápostlarnar, um eg so einki eri. Ápostlatekin vórðu jú gjørd tykkara millum í øllum tolmóði, bæði við teknum og undrum og kraftargerðum. Tí at í hvørjum vórðu tit settir lægri enn hini kirkjuliðini, uttan at tað skuldi verið í tí, at eg sjálvur ikki havi verið tykkum til byrði? Fyrigevið mær henda órætt! Sí, eg eri nú á triðja sinni ferðarbúgvin at koma til tykkara, og eg ætli ikki at verða tykkum til byrði; tí at eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar. Tí at børnini eiga ikki at savna niður fyri til foreldrini, men foreldrini til børnini. Men eg vil fegin lata, ja, sjálvur verða latin fyri sálir tykkara. Verði eg tess minni elskaður, tess meira eg elski tykkum? Men lat so vera, at eg havi ikki verið tykkum til byrði; men so var eg svikafullur og tók tykkum við svikabrøgdum. Gjørdi eg mær tá vinning av tykkum við nøkrum av teimum, sum eg sendi til tykkara? Eg elvdi Titusi til at fara og sendi bróðurin við honum. Gjørdi Titus sær vinning av tykkum? Gingu vit ikki í sama anda? Stigu vit ikki í somu fótaspor? Langt síðan eru tit farnir at halda, at tað er móti tykkum, vit verja okkum. Nei, fyri ásjón Guðs tala vit í Kristi. Men alt samalt, elskaðu mínir, tykkum til uppbyggingar. Tí at eg kvíði fyri, at tað kann vera, tá ið eg komi, at eg ikki skal hitta tykkum slíkar, sum eg ynski, og at eg skal verða hittur av tykkum slíkur, sum tit ikki ynskja, – at tað tykkara millum skal verða klandur, øvund, vreiði, svikráð, illmæli, sley, dramblæti, óskil, at Guð mín, tá ið eg komi, aftur skal eyðmýkja meg fyri tykkara skuld, og at eg skal syrgja um mangar av teimum, sum áður hava syndað og ikki hava umvent seg frá tí óreinskapi og ólevnaði og ólíkligskapi, sum teir hava havst við. |
Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara. Eftir munni av tveimum ella trimum vitnum skal hvør søk standa føst. Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað fyrr, eins og tá ið eg var hjástaddur á øðrum sinni, soleiðis nú tá ið eg eri frástaddur, við teir, sum áður hava syndað, og við allar hinar, at tá ið eg komi aftur, vil eg ikki eira, við tað at tit krevja prógv av Kristi, sum talar í mær, honum sum ikki er máttleysur hjá tykkum, men er sterkur tykkara millum. Tí at víst varð hann krossfestur av máttloysi, men hann livir av Guðs kraft; tí at eisini vit eru máttleysir í honum, men vit skulu liva við honum av Guðs kraft viðvíkjandi tykkum. Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Tað skuldi so verið, at tit ikki standast prógvið. Men eg vóni, at tit skulu fáa at kenna, at vit eru ikki teir, sum ikki standast prógvið. Men vit biðja til Guðs, at tit ikki mega gera nakað ilt, ikki fyri tað vit skulu vísa okkum at standast prógvið, men fyri at tit mega gera tað, sum gott er, um so vit skulu vera sum teir, ið ikki standast prógvið. Tí at vit eru einki mentir móti sannleikanum, men fyri sannleikanum. Tí at vit gleðast, tá ið vit eru veikir, men tit eru sterkir; men hetta biðja vit eisini um, at tit mega verða fullkomnir. Tí skrivi eg hetta frástaddur, fyri at eg, tá ið eg eri hjástaddur, ikki skal noyðast at fara fram við hørðum, eftir tí valdi, sum Harrin hevur givið mær til uppbyggingar og ikki til niðurbrótingar. Annars, brøður, verið glaðir! Verið fullkomnir, áminnið hvør annan, verið samhugaðir, verið friðsamir! Tá skal Guð kærleikans og friðarins vera við tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll hini heilagu lata heilsa tykkum. Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! |
Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ikki heldur við nakað menniskja, men við Jesus Krist og Guð faðir, sum vakti hann upp frá deyðum, og allir brøðurnir, sum eru við mær, til kirkjuliðini í Galatalandi: Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi, sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guðs og faðirs várs; honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen. Eg undrist á, at tit so skjótt lótu tykkum venda burtur frá honum, sum kallaði tykkum við náði Krists, til ein annan gleðiboðskap, sum tó ikki er ein annar; men tað eru bert nakrir, sum gera tykkum í ørviti og vilja venda gleðiboðskapi Krists við. Men um so vit ella ein eingil frá himni boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum vit hava boðað tykkum, tá veri hann bannaður! Sum vit áður hava sagt, so sigi eg nú uppaftur: Um einhvør boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum tit hava tikið við, tá veri hann bannaður! Tali eg tá nú monnum til vildar, ella Guði? Ella royni eg at tekkjast monnum? Um eg enn vildi tekkjast monnum, tá var eg ikki tænari Krists. Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk; tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists. Tit hava eyðvitað hoyrt um atferð mína áður í Jødadóminum, at eg óføra harðliga søkti at kirkjuliði Guðs og royndi at oyða tað. Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum. Men tá ið tað líkaði Guði, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni, at opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð, og fór heldur ikki niðan til Jerúsalem, til teirra, sum vóru ápostlar undan mær; men eg fór avstað til Árábiu og vendi síðan aftur til Damaskus. Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar. Men nakran annan av ápostlunum sá eg ikki, men eina Jákup, bróður Harrans. Tað sum eg skrivi til tykkara, sí, Guð veit, at eg ljúgvi tað ikki. Síðan kom eg til bygdarløgini í Sýriulandi og Kilikíu. Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu. Tey høvdu bert frætt sum tíðindi: «Hann, sum áður søkti at okkum, boðar nú gleðiboðskapin um ta trúgv, sum hann áður vildi oyða út.» Og tey lovaðu Guði fyri meg. |
Seinni, tá ið fjúrtan ár vóru liðin, fór eg aftur niðan til Jerúsalem saman við Barnabasi og tók eisini Titus við mær. Men eg fór niðan samsvarandi opinbering, og legði fram fyri teir, og serstakliga fyri hinar gitnu, tann gleðiboðskap, sum eg boði heidninganna millum, fyri at eg ikki skuldi renna ella hava runnið til einkis. Men enntá ikki Titus, sum var í ferðini við mær og sum var Grikki, varð noyddur til at verða umskorin; og tað var fyri hinna innsníktu følsku brøðranna skuld, sum høvdu smeitt seg inn fyri at njósnast um frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi, fyri at teir kundu fáa gjørt okkum til trælar. Undan teimum viku vit ikki so mikið sum eitt eygnabragd í eftirlæti, fyri at sannleiki gleðiboðskaparins skuldi standa við hjá tykkum. Men av teimum, sum vóru hildnir at vera nakað, – hvat teir áður vóru, ger mær ikki mun; Guð ger ongan mannamun – viðvíkjandi mær, ið hvussu var, løgdu hinir gitnu einki aftrat. Heldur tvørtur ímóti, tá ið teir sóu, at mær var gleðiboðskapurin til hinar óumskornu litin til, eins og Pæturi til hinar umskornu, – tí at tann, sum gav Pæturi kraft til ápostlagerning fyri hinum umskornu, gav eisini mær kraft til tað sama fyri heidningunum, – og tá ið teir lærdu ta náði, sum mær var givin, at kenna, góvu Jákup og Kefas og Jóhannes, sum hildnir vóru at vera stólpar, mær og Barnabasi samfelagshond, til tess at vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu; eina tað var viðlagt, at vit skuldu hava hini fátæku í huganum, og júst hetta havi eg eisini lagt mær eina við at gera. Men tá ið Kefas kom til Antiokíu, mótmælti eg honum, og tað beint upp í eyguni á honum, tí at hann var sekur. Tí at áðrenn tað komu nakrir frá Jákupi, át hann saman við heidningunum; men tá ið teir komu, aftraði hann seg og skildi seg frá teimum, av ótta fyri teimum, sum hildu fast við umskeringina. Og somu lótir sum hann høvdu eisini hinir Jødarnir, so at sjálvur Barnabas varð drigin við av falslótum teirra. Men tá ið eg sá, at teir ikki gingu beina leið eftir sannleika gleðiboðskaparins, segði eg við Kefas, so øll hoyrdu: «Tá ið tú, sum ert Jødi, livir eftir heidnum og ikki eftir jødiskum siðum, hvussu kanst tú tá noyða heidningarnar til at liva sum Jødar?» Vit eru av náttúru Jødar, og ikki syndarar av heidnari ætt; men tá ið vit vita, at maður ikki verður rættvísgjørdur av lógargerningum, men eina við trúgv á Jesus Krist, so hava eisini vit trúð á Krist Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir av trúgv á Krist og ikki av lógargerningum; tí at av lógargerningum verður einki hold rættvísgjørt. Men um vit, tá ið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristi, eisini sjálvir royndust at vera syndarar, er tá Kristus vorðin tænari fyri synd? Á ongum sinni! Tí at tá ið eg aftur byggi tað upp, sum eg breyt niður, tá sýni eg meg sjálvan sum brotsmann. Tí at eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg kann liva fyri Guði. Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. Eg taki ikki Guðs náði av; tí at er tað rættvísi við lógini, tá er jú Kristus deyður til einkis. |
O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum? Bert hetta vil eg fáa at vita av tykkum: Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða? Eru tit so skilaleysir? Tit, sum byrjaðu í anda, ætla tit nú at enda í holdi? Hava tit til einkis roynt so mikið? – um tað tá er til einkis. Og tann, sum veitir tykkum andan og virkar kraftarverk tykkara millum, ger hann tað av lógargerningum ella av at boða trúnna? Eins og Ábraham trúði Guði, og tað varð roknað honum til rættvísi. Tí skulu tit vita, at tey, sum hava trúgv, tey eru børn Ábrahams. Men tá ið skriftin sá tað frammanundan, at Guð vildi rættvísgera heidningarnar av trúgv, boðaði hon Ábrahami frammanundan tann gleðiboðskapin: «Í tær skulu allar tjóðir fáa signing.» Soleiðis fáa tey, sum hava trúgv, signing saman við hinum trúgvandi Ábrahami. Tí at so mangir, sum halda seg til lógargerningar, eru undir banning; tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum ikki heldur fast við alt tað, sum skrivað er í lógbókini, so at hann ger eftir tí.» Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Guði við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv. Men lógin spyr ikki um trúgv, men heldur «tann, sum ger eftir hesum, skal liva við tað.» Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, – tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur» – fyri at signing Ábrahams kundi koma til heidningarnar í Kristi Jesusi, so at vit við trúnni kundu fáa fyrijáttan andans. Brøður! eg tali á manna vísi. Eingin ger eina arvasemju hjá manni, sum er vorðin staðfest, ónýta ella leggur nakað aftur at henni. Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; – tað stendur ikki «og avkomum», sum vóru tað fleiri, men «og avkomi tínum,» líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus. Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis. Tí at um so er, at arvurin fæst av lóg, tá fæst hann ikki longur av fyrijáttan; men Guð veitti Ábrahami hann við fyrijáttan. Hvat skuldi tá lógin til? Hon varð sett aftrat fyri misgerðanna skuld, inntil tað avkomið kom, sum fyrijáttanin ljóðaði um, greidd av einglum, við millummans hond. Men millummaður tørvast ikki, har sum bert er ein um at gera; men Guð er ein. Er tá lógin ímót fyrijáttanum Guðs? Á ongum sinni! Tí at um ein lóg hevði verið givin, sum hevði kunnað gjørt livandi, tá hevði rættvísin vissuliga fingist av lóg. Men skriftin hevur lokað alt inn undir synd, til tess at fyrijáttanin av trúgv á Jesus Krist skuldi verða givin teimum, sum trúgva. Men áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildnir innibyrgdir í varðhaldi av lógini, inntil tann trúgvin, sum skuldi koma, opinberaðist, so at lógin er vorðin agari okkara til Krists, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørdir av trúgv. Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara; tí at tit eru øll Guðs børn við trúnni á Krist Jesus. Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist. Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi. Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan. |
Men eg sigi: Alla ta tíð, sum arvingin er óviti, er eingin munur á honum og træli, tó at hann er harri yvir øllum; men hann er undir umsjónarmonnum og ráðsmonnum til ta tíð, sum faðirin hevur ásett. Soleiðis vóru vit eisini, tá ið vit vóru ómyndingar, trælabundnir undir barnalærdómi heimsins. Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin. Men av tí at tit eru synir, tá hevur Guð sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: «Abba, faðir!» So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir. Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru gudar. Men nú, tá ið tit kenna Guð, og tað sum meir er, eru kendir av honum, hvussu kunnu tit tá venda við aftur til hin veika og fátæka barnalærdómin, sum tit aftur av nýggjum vilja fara at træla undir? Tit geva gætur eftir døgum og mánaðum og tíðum og árum. Eg kvíði, at eg skal hava arbeitt við tykkum til einkis. Verðið eins og eg, tí at eg eri vorðin eins og tit, brøður, eg biði tykkum! Tit hava ongan órætt gjørt mær. Men tit vita, at ein likamligur veikleiki hjá mær var orsøkin til, at eg á fyrsta sinni boðaði tykkum gleðiboðskapin; og tí, sum í holdi mínum kundi verið tykkum til freistingar, høvdu tit ikki vanvirðing ella andstygd fyri; men tit tóku móti mær sum einum eingli Guðs, ja, sum Kristi Jesusi sjálvum. Hvar er tá nú sæluprísan tykkara? Tí at tann vitnisburð gevi eg tykkum, at hevði tað verið møguligt, tá høvdu tit stungið eyguni út úr tykkum og givið mær tey. Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara, við tað at eg sigi tykkum sannleikan? Teir látast at hava áhuga fyri tykkum, men tað er ikki av góðum; heldur vilja teir skilja tykkum burturfrá, fyri at tit skulu hava áhuga fyri teimum. Men tað er altíð gott at vera áhugaður fyri tí, sum gott er, og ikki bert tá ið eg eri hjá tykkum. Børn míni, sum eg av nýggjum føði við hørðum verkjum, inntil Kristus er vorðin myndaður í tykkum! Eg vildi ynskt, at eg var hjá tykkum nú og kundi broytt rødd mína, tí at eg eri í iva um tykkum. Sigið mær, tit sum vilja vera undir lóg, hoyra tit ikki lógina? Tí at skrivað stendur, at Ábraham átti tveir synir, annan við trælkvinnuni og annan við hini frælsu kvinnuni. Men sonurin hjá trælkvinnuni er gitin eftir holdi, men sonurin hjá hini frælsu kvinnuni samsvarandi fyrijáttan. Hetta hevur eina bílætliga merking; tí at tær báðar merkja teir tveir sáttmálarnar: annar er tann frá Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóms, og hann er Hagar; tí at «Hagar» er Sinaifjallið í Árábiu og samsvarar við ta Jerúsalem, sum nú er; tí at hon er í trældómi við børnum sínum. Men Jerúsalem, sum er fyri oman, er fræls, og hon er móðir okkara. Tí at skrivað stendur: «Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn; sker í róp og kalla hátt, tú sum ikki hevur barnsverkir! tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin.» Men vit, brøður, eru børn samsvarandi fyrijáttan, eins og Ísakur. Men líkasum í forðum tann, sum var gitin eftir holdi, forfylgdi tí, sum var gitin eftir anda, soleiðis eisini nú. Men hvat sigur skriftin? «Rek út trælkvinnuna og son hennara; tí at ikki skal trælkvinnusonurin taka arv saman við syninum hjá hini frælsu kvinnuni.» Tess vegna, brøður, eru vit ikki trælkvinnubørn, men børn hjá hini frælsu kvinnuni. |
Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki. Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina. Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón. Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika. Tit runnu væl; hvør hevur forðað tykkum í at vera sannleikanum lýdnir? Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum. Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið. Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er. Men eg, brøður, um eg enn prædiki umskering, hví verði eg tá enn forfylgdur? Tá er jú meinbogi krossins tikin burtur. Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar! Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika. Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Men um tit bítast og eta hvør annan, tá varið tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum! Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins. Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja. Men um tit verða leiddir av andanum, tá eru tit ikki undir lógini. Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. Móti slíkum er lógin ikki. Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum! Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan. |
Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður! Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. Tí at um einhvør tykist at vera nakað, tó at hann einki er, tá svíkur hann seg sjálvan. Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði. Men tann, sum verður upplærdur í orðinum, skal geva tí, sum upplærir hann, lut við sær í øllum góðum. Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara! Hyggið, við hvussu stórum bókstøvum eg skrivi til tykkara við míni egnu hond! Allir teir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir noyða tykkum til at lata tykkum umskera, bert fyri at teir ikki skulu verða forfylgdir fyri Krists kross skuld; tí at tað er minni enn so, at teir sum umskornir eru, sjálvir halda lógina; men teir vilja, at tit skulu verða umskornir, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara. Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. Og yvir øllum teimum, sum ganga eftir hesi reglu, veri friður og miskunn, og yvir Guðs Ísrael! Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum. Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen. |
Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi! Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi, líkasum hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara, við tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld, samsvarandi góðtokka vilja síns, til prís fyri dýrdar náði sína, sum hann náðaði okkum við í hinum elskaða, sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara, sum hann veitti okkum ríkliga í øllum vísdómi og viti, tá ið hann kunngjørdi okkum loyndardóm vilja síns, samsvarandi góðtokka sínum, sum hann frammanundan hevði sett sær fyri hjá sær sjálvum, um eitt húshald, sum hann vildi skipa, tá ið fylling tíðanna var komin, fyri aftur at sameina alt til eitt í Kristi, bæði tað, sum er í himlunum, og tað, sum er á jørðini, í honum, sum vit eisini hava fingið arvalut í eins og vit vóru ætlaðir til frammanundan, samsvarandi fyriskipan hansara, sum virkar alt eftir ráðagerð vilja síns, fyri at vit skuldu vera dýrd hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Krists, sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við heilagum anda, sum okkum var lovaður, hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini, dýrd hansara til prís. Tess vegna havi eg eisini, síðan eg hoyrdi um trúgv tykkara á Harran Jesus og um kærleika tykkara til øll hini heilagu, ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, tá ið eg minnist til tykkara í bønum mínum um, at Guð várs harra Jesu Krists, faðir dýrdarinnar, má geva tykkum vísdóms og opinberingar anda, so at tit fáa kunnugleika um hann, og upplýsa hjartans eygu tykkara, so at tit mega skilja, hvør tann vón er, sum hann hevur kallað tykkum til, hvør tann dýrdar ríkdómur er, sum hann ætlar okkum at arva millum teirra heilagu, og hvør hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara, sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti hann upp frá deyðum og setti hann við høgru hond sína á himnagrundum, høgt oman fyri eitt og hvørt magn og ráð og vald og harradømi og eitt og hvørt navn, sum nevnt verður, ikki eina í hesum heimi, men eisini í hinum komandi, og legði alt undir føtur hansara og gav kirkjuliðinum hann sum høvdið yvir øllum; og kirkjuliðið er likam hansara og fyllist av honum, sum sjálvur fyllir alt í øllum. |
Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi, fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum. Tess vegna skulu tit minnast til, at tit, sum áður vóru heidningar í holdi og vóru kallaðir óumskornir av hini sonevndu umskeringini í holdi, sum er gjørd við hond, at tit í teirri tíðini vóru uttan fyri Krist, útistongdir frá borgaraskapi Ísraels og fremmandir fyri sáttmálunum við fyrijáttan teirra, uttan vón og uttan Guð í heiminum. Men nú, í Kristi Jesusi eru tit, sum áður vóru langt burtur, komnir nær til við blóði Krists. Tí at hann er friður okkara, hann sum sameindi báðar partar til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað, fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið, og at gera teir báðar sáttar í einum likami við Guð við krossinum, við tað at hann á honum sló fíggindskapin í hel. Og hann kom og boðaði frið fyri tykkum, sum langt burtur vóru, og frið fyri teimum, sum nær vóru. Tí at við honum hava vit báðir partar í einum anda atgongd til faðirin. So eru tit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk, uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin, sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum, sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum. |
Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar – um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum, at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað, so at tit av tí, tá ið tit lesa tað, kunnu skyna um fatan mína av loyndardómi Krists, sum í fornum tíðum ikki varð kunngjørdur mannabørnunum, soleiðis sum hann nú er opinberaður hansara heilagu ápostlum og profetum í andanum: at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum, sum eg eri vorðin tænari fyri, samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara. Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists, og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, fyri at Guðs margfaldi vísdómur nú av kirkjuliðinum skuldi verða kunngjørdur valdunum og ráðunum á himnagrundum, samsvarandi hini ævigu fyriætlan, sum hann fullførdi í Kristi Jesusi, harra okkara, sum vit hava treysti okkara í og atgongd í lít við trúnni á hann. Tí biði eg, at tit ikki mega falla í fátt av trongdum mínum fyri tykkara skuld; tær eru heiður tykkara. – Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð, at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara, at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin, og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs. Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum, honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen. |