text
stringlengths 1
888k
|
---|
Meðan Jesus ferðaðist ígjøgnum Galilea, kom hann aftur inn í Kana, har hann hevði gjørt vatn til vín. Ein høgur embætismaður úr Kapernaum átti ein son, sum lá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Jesus var í bygdini, fór hann til hansara og bað hann koma at gera son sín frískan, tí at hann lá at doyggja. Men Jesus segði: „Tit trúgva bara, tá ið tit síggja tekin og undur.“ Maðurin segði við hann: „Harri, kom við mær, áðrenn sonur mín doyr.“ „Far tú heim, sonur tín livir,“ segði Jesus við hann. Maðurin trúði tí orði, Jesus hevði sagt, og fór heim, og longu á heimvegnum komu tænarar hansara ímóti honum og søgdu, at drongurin var frískur. Hann spurdi teir, nær hann var byrjaður at fáa tað betri, og teir søgdu: „Um eitt tíðina fór fepurin av honum.“ Tá skilti pápin, at tað var tíðin, tá ið Jesus hevði sagt: „Sonur tín livir!“ Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara, at Jesus var Messias. Hetta var annað tekinið, Jesus gjørdi, og hann gjørdi tað, tá ið hann var komin aftur til Galilea. |
Eitt Guds orð í dag: Orrustan er ikki tykkara, men Guds 19.11. 2021 Eitt dagsins orð: «Óttist ikki fyri hesi miklu mannfjøld; tí at orrustan er ikki tykkara, men Guds!” (2 Krýn 20,15) Góður boðskapur: Gud letur okkum vita, at stríðið ikki er okkara, men hansara. Hann sigur:” Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bara fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum, tit Júda menn og Jerusalemsbúgvar; óttist tí ikki, men farið ekkaleysir ímóti teimum, tí at Harrin skal vera við tykkum!» (2 Krýn 20,17) Gud gleðist, tá ið fólk hansara á vígvøllinum lítir á lyfti hansara og orð. Mangar søgur verða sagdar í Halgubók um tað, at hvørja ferð Guds fólk leit á nakað, burtursæð frá Gudi, vórðu teimum niðurløg fyri. Men sigurin var altíð teimum vísur, hvørja ferð teir lovaðu og prísaðu Harranum. Tað hava verið løtur í lívinum, har óttin tók seg sníkjandi inn á okkum, og vit vórðu umgird av ivaspurningum og gloymdu, at vit hava ein Gud, ið er oman fyri alt. Hann brigdar okkum einki. Ístaðin áminnir hann okkum, at vit eru ikki einsamøll at møta fíggindanum, og sum Paulus sigur. «Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum?» (Róm 8,31) Vit kunna altíð rokna við, at Gud veitir okkum tað, okkum tørvar í einihvørji avbjóðing. Hann er okkum altíð nær við allari hjálp, tá ið trupulleikar spyrjast. Hann er okkara trygga verja og friðskjól, ja, okkara trygga borg. Jesus hevur sigrað á synd og deyða og í royndarstundum, altíð við okkara lið. Hann er hin sami Jesus, frelsarin og bjargarin. |
Tá ið eg, Menniskjusonurin, komi í himmalska veldi mínum og allir einglarnir við mær, tá siti eg á dýrdartrónu míni. Einglarnir savna øll fólk um allan heimin framman fyri mær, og eg skilji tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum. Eg savni seyðirnar høgrumegin, og geitirnar vinstrumegin. Og so sigi eg við tey høgrumegin: „Komið! Pápi mín hevur vælsignað tykkum, og nú fáa tit tað ríkið í arv, sum hevur staðið til reiðar frá tí, at heimurin varð til. Tí at tit góvu mær at eta, tá ið eg var svangur, tit góvu mær at drekka, tá ið eg var tystur, og tit buðu mær inn, tá ið eg var fremmandur. Tit góvu mær klæði, tá ið eg var nakin, tit vitjaðu meg, tá ið eg var sjúkur, og tá ið eg sat í fongsli.“ Tá fara tey at siga: „Nær hava vit givið tær mat ella vatn, tá ið tú vart svangur ella tystur, Harri? Nær buðu vit tær inn, tá ið tú vart fremmandur. Og nær hava vit givið tær klæði? Nær hava vit vitjað teg, meðan tú vart sjúkur ella satst í fongsli?“ Og so skal eg siga: „Tað, sum tit hava gjørt ímóti tí minsta beiggja mínum, hava tit eisini gjørt ímóti mær.“ Og við tey vinstrumegin sigi eg: „Bannaðu tit! Farið burtur frá mær til hin æviga eldin, sum er ætlaður Djevlinum og einglum hansara. Tit góvu mær ikki mat, tá ið eg var svangur, tit góvu mær ikki vatn, tá ið eg var tystur. Eg var fremmandur, men tit buðu mær ikki inn. Eg var nakin, men tit góvu mær eingi klæði, og tá ið eg var sjúkur og í fongsli, komu tit ikki at vitja meg.“ Tá fara tey at spyrja: „Harri, nær hava vit sæð teg svangan ella tystan ella fremmandan ella naknan ella sjúkan ella í fongsli og hjálptu tær ikki?“ Og eg skal svara: „Tað, sum tit ikki hava gjørt ímóti einum av mínum minstu, tað hava tit heldur ikki gjørt ímóti mær.“ Og hesi skulu fara burtur til ævigu revsingina, men hini inn til hitt æviga lívið.“ Matt. 25,31-46 Síðsti sunnudagur í kirkjuárinum Nýggi Sáttmálin |
Samskiftisupplýsingar so sum navn, eftirnavn og teldupost Víðarigeving av upplýsingum Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar. Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond? Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar? Upplýsingarnar, sum vit innsavna um teg gjøgnum heimasíðuna, verða goymdar so leingi tað er neyðugt, fyri at vit kunnu veita tykkum tænastur okkara, ella inntil tú biður um at fáa tær strikaðar. Tíni rættindi Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m. a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum. Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til gunnar @ biblia. fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika. Rætturin til innlit Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Rætturin til rætting Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar. Rætturin til striking Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Rætturin til dátuflutning Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Rætturin til ikki at verða profileraður Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast. Rætturin til at taka samtykkið aftur Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina. Rætturin at klaga Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á gunnar @ biblia. fo. Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat. fo. |
Bilasølan er ein av størstu bilasølum í landinum. Vit eru 30 fólk, sum arbeiða við sølu, umsiting, goymslu, á mekaniska verkstaðnum og á plátuverkstaðnum. Vit umboða kvalitetsmerkini Volkswagen, Audi og Škoda, og eyðsæð er, at umboð av slíkum slagi seta høg krøv til okkara førleikar og tænastustøði. Á Bilasøluni er vítt til veggja, og tímir og dugir tú, so sleppur tú eisini! Tempoið er høgt og lagið gott, og vit leggja stóran dent á trivnaðin. Goymslufólk Vit bjóða eitt spennandi og gott starv í einum dynamiskum umhvørvi. Goymslufólkið arbeiðir tætt saman við starvsfeløgunum á goymsluni, á mekaniska vekstaðnum og plátuverkstaðnum, og saman tryggja tey, at rætta vøran er á Bilasøluni til rætta tíð, soleiðis at umvælingar og røkt av bilum gongur skjótt og trygt fyri seg. Tú er við at staðfesta, hvør vøra skal bíleggjast, tú bíleggur vøru, móttekur vøru og skipar goymsluna soleiðis at har er gott skil á, og at rætta vøran er á hyllunum. Eisini skalt tú selja ymsa vøru, bæði til kundar sum koma á gátt, og teir sum hava fyrispurningar umvegis teldu ella telefon. Goymslan er ein sera týdningarmikil partur av einum góðum og skynsamun rakstri av Bilasøluni. Vit vænta og bjóða Vit vænta, at tú hevur eitt lætt og vinaligt sinni og hevur góð samstarvsevni. Tað er gott, um tú hevur áhuga fyri bilum, tøkni og mekanikki, men tað er als ikki ein treyt. Vit syrgja fyri upplæring og tryggja, at tú fært teir førleikar, tú skalt hava fyri at røkja títt starv og hartil mennast og trívast. Vit bjóða kappingarføra løn og tilsvarandi treytir. Umsóknir Hevur tú spurningar um starvið so ring til Aron Justinussen, goymsluleiðara, á tlf. 23 97 01. Send okkum eina umsókn merkt“ goymslufólk” til aj @ bilasolan. fo Plátusmiðlærlingur Vit sóknast eftir plátusmiðlærlingi til plátu- og lakkverkstað okkara ProLakk Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag? So er hetta kanska júst rætta starvið til tín! Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum er: samstarvssinnaður álítandi røkin Tú verður partur av einum vælvirkandi, arbeiðssomum og dugnaligum toymi. Vit stremba eftir at veita bestu tænastu til kundan, og har kundanøgdsemi og góðska er í hásæti. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Paula av Reyni, verkførara, á tlf. 239731. Nýggi Škoda Octavia komin til Føroyar Teir fyrstu bilarnir av spildurnýggju útgávuni av Škoda Octavia eru nú komnir til landið. Í fyrsta umfari er talan um tveir Octavia Combi, og í næstum koma Coupé útgávurnar eisini. Kom og royn Škoda Octavia á Bilasøluni. Tú kanst eisini lesa meira um bilarnar her á síðuni. |
Tann nýggi Audi A 1 Sportback umskilgreinar tann óvikandi veruleikan. Tað eyðsýnda, sniðið við ílegum frá tí sportsliga Ur-quattro eyðkennir annað ættarlið av tí væleydnaða kompakta modellinum. Innan er bilurin samsvarandi førarafokuseraður við tí kensludæmda, eingilda sniðinum. ” Tað sportsligasta interiørið í tí kompakta klassanum” var tað ásetta stevnumiðið. Við infotainment- og førararassistentskipanum úr luksusklassanum er A 1 Sportback heilt í samsvari við tann talgilda heimin. Sniðið uttan: markant og maskulint Tann breiða, lágt setta singleframe-kølaraverjan og tey integreraðu luftinntøkini hvørjumegin seta dám á tann markanta frontin. Undir kantinum á motorlúkuni eru trý fløt skørð–at fagna til Sport quattro-modellinum, ið er rallymyndin hjá merkinum. Tann markanti dagskoyrilýsisgrafikkurin í full-LED-forlyktunum (eykaútgerð) minnir um teir dynamisku veingjaformunum hjá seglbátum, róptir hydrofoils. Eitt lágt, konsentrerað look í samspæli við tey smáu diamantformaðu segmentini í ovasta partinum av forlyktunum gevur ein sportsligan dám. Fult uppkoblaður Fascinerandi 3D-ljóð Tann nýggi Audi A 1 Sportback er klárur til ta digitalu framtíðina. Sjálv basisversjónin hevur sum standard eitt fullfíggjað digitalt kombiinstrument við høgari upploysing, 10,25” display og multifunktiónsratt. Audi virtual cockpit (eykaútgerð) við víðkaðum funktiónum vísir umfatandi og fjøltáttaðar upplýsingar sum t. d. animerað navigatiónskort og grafikk úr nøkrum av føraraassistentskipanini beinbleiðis í sjónarringin hjá føraranum. Audi smartphone interface tryggjar, at tú ert altíð væl uppkoblaður í tí nýggja A 1 Sportback. Tað integrerar iOS- og Android-snildfonir við Apple CarPlay og Android Auto. Musikk- og akustikkfjepparar kunnu frøast um ein tunara til digitala radiomóttakara, Audi soundsystem og Bang & Olufsen Premium-soundsystem. Botnurin: sportslig og suveren samanseting Akslakonstruktiónin á tí nýggja Audi A 1 Sportback gevur kringar koyrieginleikar og eina sportsliga, suverena koyriuppliving. Umframt basisbotnin kanst tú velja ein strammari sportsbotn. Dynamikkpakkar, ið eru individuelt samansettir til hvønn motorvariant, fevna um útgerðardetaljur, ið gera A 1 Sportback uppaftur sportsligari. Bremsiskipanin á tí nýggja A 1 Sportback kann verða væl doserað og gevur eina spontana, stramma pedalkenslu. Ígongdassistenturin (eykaútgerð) økir trygdina í mótbrekku og undanbrekku við at forða fyri, at bilurin rullar aftureftir eftir ein steðg. Felguskráin røkkur frá 15” til 18”. Sum eykaútgerð fæst tann nýggi A 1 Sportback við koyridynamikkskipanini Audi drive select. Við tí kanst tú velja ímillum fýra ymiskar stillingar við karakteristikkin á bilinum–auto, dynamic, efficiency og individual. Føraraassistentskipaninar: Trygdin fyrst og fremst Føraraassistentskipaninar í Audi A 1 Sportback er frá luksusklassanum: Tær halda tann kompakta bilin í rættari frástøðu til tann, ið koyrir frammanfyri, lætta arbeiðið hjá føraranum við at halda bilin á bilbreytini og styðjar føraran við parkering. Tann standardmonteraða bilbreytarfráviksávaringin styðjar føraran við at halda bilin á bilabreytini frá eini ferð upp á 65 km/t. Tann adaptivi ferðassistenturin heldur Audi A 1 Sportback á tí ynsktu frástøðuni til akfarið, ið koyrir frammanfyri, meðan Audi pre sense-fronturin sær hættisligar støður við øðrum akførum, fólki á gonguteigi ella súkklarum frammanfyri bilin. Við tí nýggju versjónini av parkeringsassistentinum kann A 1 Sportback eisini parkera frameftir í parkeringsbásar, sum liggja tvørir–um neyðugt í fleiri umførum. Skipanin klárar eisini útkoyringina úr parallellum parkeringsbásum. Meiri pláss og komfort Tann nýggi A 1 Sportback hevur munandi betri plássumstøður–og sostatt eyka komfort hjá førara, forseturspassaser og bakseturspassaserar. A 1 Sportback er longdur munandi–við sínum eyka 56 mm er hann nú 4,03 m. Samstundis er breiddin næstan tann sama við 1,74 m. Tað nýggja modellættarliðið er bara 1,41 m til hæddar–við antennu er hæddin 1,43 m. Bagasjurúmið er víðkað 65 l. Tann vanligi kapasiteturin er 335 l, meðan hann kann økjast til 1.090 l, tá ið baksetrini verða løgd niður frameftir. Lessihæddin er snilt bara 67 cm. |
Audi A 3 Sportback–Mergjað og dynamisk koyrigleði Sportsligar og livandi linjur geva Audi A 3 Sportback eina dynamiska útsjónd. Tann langa akslafrástøðan og tað stutta yvirhangið framman draga tær avbalanseraðu, dynamisku proportiónirnar fram. Audi A 3 Sportback fæst við nógvum føraraassistentskipanum og teknologipakkum sum eykaútgerð, og soleiðis verður bilurin tann rætti til at koyra í býi og á bygd. Audi virtual cockpit, ið fæst sum eykaútgerð, er aftur ein toppur, sum uppaftur meiri optimerar koyringina og økir komfortina. Ein atletiskur karakterur Tað dynamiska takumhvarvið vísir tann atletiska dámin hjá Audi A 3 Sportback. Tann markanta tornadolinjan við rútakantarnar og tann dynamiska linjan yvir síðupanelunum vísir tann avslappaða stílin hjá hatchback-modellinum. Hekkan er dominerað av tí trívíddarligu baklyktakombinatiónini, teimum greitt avmarkaðu linjunum og einum breiðum diffusori. Heilt í samsvari við sín dynamiska karakter tykist Audi A 3 Sportback við S line selection (eykaútgerð) vera á yvirhálingarbreytini, og henda útgerð tekur eisini kravið til dynamikk og individualitet fram bæði hjá bili og førara. Progressiv ljóstøkni Nátt verður til dag: Audi Matrix-LED-forlyktirnar (eykaútgerð) upplýsa vegin sera klárt og javnt. Bæði akfør, ið koyra ímóti og frammanfyri, verða skrásett og hvørva í tí skipanarliga markinum, soleiðis at onnur øki millum og við síðuna av teimum framvegis eru fult upplýst. Nógv adaptivt ljósskifti ger ikki bara ljósið á vegnum betri, tað gevur eisini størri trygd og komfort. Haraftrat tekur tað dynamiska blinkandi ljósið ta progressivu ljóstøknina fram–eisini á hekkuni. Avbalanserað sportsligheit Botnurin á Audi A 3 Sportback imponerar við síni sportsligheit: Við sportsbotninum (eykaútgerð) verður karrossaríið lækkað 15 millimetrar, og við S line-sportsbotni verður tað lækkað 25 millimetrar. Tær elektromekanisku stýrigreiðirnar arbeiða kensluliga og effektivt. Tær elektrisku assisteraðu progressivu stýrigreiðirnar eru eisini at fáa sum eykaútgerð. Allir motorarnir imponera við fimligari koyring samstundis við, at hávirkni verður varðveitt. Komfortabul og innovativur Toppurin í interiørinum í Audi A 3 Sportback er Audi virtual cockpit. Haraftrat tryggjar rattið við trimum snældum og varma (eykaútgerð) umframt massasjufunktiónina, ið bara kann bíleggjast sum eykaútgerð til førarasetrið, øktan komfort og makliga koyring. Tær ymisku útgerðarlinjurnar bjóða tær eitt individuelt úrval–aftrat basisútgerðina kanst tú eisini velja S line-sportspakkan fyri dynamikkin. Handfaring og infotainment Fyri at tryggja, at allar týðandi upplýsingar síggjast meðan tú koyrir, er A 3 Sportback at fáa við fult digitalum Audi virtual cockpitti sum eykaútgerð. Instrumenteindin við einum 12,3” skíggja við høgari upploysing gevur tær uppaftur betri yvirlit. Eitt stórt úrval av intelligentum tøkni fæst eisini sum eykaútgerð: Tí kanst tú velja tær toppinfotainmentskipanina MMI Navigation plus við MMI touch og ræddarstýring–til intuitiva stýring–til Audi A 3 Sportback. Við einum víðfevndum úrvali av føraraassistentskipanum er koyring um landið og gjøgnum býin uppaftur tryggari við Audi A 3 Sportback: t. d. við assistentinum til tvørturvið ferðslu aftanfyri, sum ávarar teg um møguligan samanstoytsvanda, tá ið tú bakkar. Raðassistententurin (eykaútgerð), sum arbeiðir saman við Audi adaptive cruise control við Stop & Go-funktión, gevur eisini uppaftur meiri koyritrygd takkað veri tann intigreraða frástøðuhaldaran. Lýtaleysur og komfortabul Tann innovativa tøknin og fyrstafloks útgerðin í Audi A 3 Sportback gevur uppaftur meiri komfort á øllum koyritúrum. 4,24 metrar langur og við akslafrástøðu upp á 2,60 m–Audi A 3 Sportback er sportsligur og livandi. Haraftrat kanst tú savna teg um gerandisdagin og seta tín heilt persónliga dám á bilin. |
Í Audi A 6 allroad quattro verða fyrimunirnir settir saman við ein Avant, t. d. hentleikar og smidleiki, við serlig allroad-eyðkenni, t. d. tann støðuga fýrahjólsdráttin quattro, eina kensluborna koyriuppliving og eyðsýnda offroad-sniði hjá bilinum. Bilurin hevur eisini nógva talgilda tøknifrøði. Audi A 6 allroad quattro kom fyrstu ferð fram í 1999 og kundi sostatt hava 20 ára hátíðarhald í 2019 sum fjórða ættarlið av modellinum. Innilig koyriuppliving Viðvíkjandi koyridynamikki og hentleikum er Audi A 6 allroad quattro ein sannur allrounder. Fýrahjólsdrátturin quattro, sum er standardútgerð, gevur bilinum eitt gott vegfesti, eitt høgt trygdarstøði og góðar koyrieginleikar. Integreraða quattro-tøknin hevur alla tíðina eftirlit við ferðsluviðurskiftunum og skiftir lutfalsliga dráttarmegina millum forás og bakás, alt eftir støðuni. Luftfjaðranin við adaptivum stoytdoyvarum, sum eisini er standardútgerð, hevur sjálvvirkna stýring av hæddini á bilinum. Fríhæddin kann verða upp móti 45 mm hægri enn Audi A 6 Avant. Við koyridynamikkskipanini‘ Audi drive select’ í Audi A 6 allroad quattro, sum er standardútbúnaður, kanst tú sjálvur seta í gongd sermerktu eginleikarnar, ið bilurin hevur: Tað eru sjey ymisk programm, undir hesum“ allroad” og“ offroad” til lendiskoyring. Tú kanst velja millum 3 útgávur av 3.0 TDI-motorinum, 231 hk, 286 hk ella 349 hk. Toppmodellið kann vaksa ferðina hjá Audi A 6 allroad quattro frá 0-100 km/t uppá 5,2 sek. Sniðgevingin uttan er púra greið til offroad A 6 allroad quattro hevur eyðsýndar luteindir útvortis á bilinum, sum draga fram offroad-sermerki við bilinum. Singleframe-kølaraverjan framman fangar eygað við loddrættu lamellunum, sum ger munin visuelt frá grundmodellinum. Somuleiðis sniðgevingin av luftventilunum í síðunum. Verjan av hjólkassunum er undirstrikað við litum, panelini hava quattro-modellheitið, og takviðførisberin, sum er settur fastur við spennum, fellir í eyguni, tá ið ein sær bilin frá síðuni. Sum standard er Audi A 6 allroad quattro útgjørdur við 18 ″ felgum. Ein kann sum eykaútgerð fáa felgur upp á stødd 21 ″ frá Audi sport. Aftan er hann prýddur við einum diffusor, og botnskjøldurin er gjørdur til allroad-koyring. Tann niðasti parturin av kúfangaranum framman og aftan, verjan av hjólkassunum og panelini eru sum standard mattlakerað í mótlitinum scandiumgrátt. Sum eykaútgerð kanst tú eisini fáa hesar lutirnar í einum metallakkfinish ella í sjálvum billitinum. Vegna rúmligu málini í Audi A 6 allroad quattro, er tað nógv loftshædd og beinpláss, uttan mun til, hvar tú situr í kabinuni. Har eru umstøður fyri nógvum einstaklingamøguleikum. T. d. kanst tú sum eykaútgerð fáa allroad-interiørpakkan (myndin). Pakkin fevnir um t. d. hurðapanel við ljósi og aluminiuminnleggi–hurðapanelini framman hava eitt allroad-modellheiti. Tey síggjast eisini á leðurpolstringini á sportsetrunum. Multifunktións-sportsleðurróðrið hevur skiftikontaktir og stálgráa kontrastseyming. Í allroad-interiørpakkanum eru pedalarnir og fóthvílarin úr rustfríum stáli. Sum ein eyka møguleika at seta ein hugnaligan dám á interiørið, kanst tú sum eykaútgerð fáa tann marglitta kontur- og ambienteljóspakkan–umframt Air Quality-pakkan. Innan fyri tín sjónarring og á nýtslupanelinum er týdningarmikil infotainmenttøknifrøði. Audi virtual cockpit plus (eykaútgerð) hevur fullan, talgildan infoskerm við høgari upploysing: Tú kanst lesa upplýsingar um ferð og snúningar/min. á 12,3 ″ HD-skerminum. Tú kanst velja millum vísingarnar‘ Classic, Dynamic og Sport.’ Við‘ MMI Navigation plus’ (eykaútgerð) við‘ MMI touch response’ sleppur tú inn á innihaldið frá‘ Audi connect.’ Nýtslan fer fram á teimum báðum litskíggjunum í miðkonsollinum ella við raddarstýring. Fjald tænasta Alt eftir uppsetanini hevur Audi A 6 allroad quattro radarskipan, økismyndatól og ultraljóðsensorar. Føraraassistent-skipanirnar, sum eru til taks, taka ímóti upplýsingum frá miðstaðar føraraassistentstýrieindini. Tú sleppur framat nógvum stakfunktiónum ella frammanundan uppsettum pakkum (eykaútgerð) við ymiskum atliti. Hjálparpakkin‘ Ferðir á landi,’ hevur t. d. tann adaptiva føraraassistentin, sum kann verða til hjálpar við ferðøking, bremsing og frástøðu og sum sostatt økir um tryggleikan og hentleikarnar. Hjálpartólið í samband við koyring í undanbrekku avmarkar ferðina, har tað er bratt, til millum 2 og 30 km/t, sum tú sjálvur ásetur, og hetta setur ferðina niður selektivt á øllum fýra hjólum og eftir staktørvi. Framtøkna ljóssniðgevingin riggar sera væl til serkendu útsjóndina hjá Audi A 6 allroad quattro. Bilurin hevur LED forlyktir sum standardútgerð. Sum eykaútgerð kanst tú velja HD-Matrix-LED-forlyktir við dynamiskum ljósi og dynamiskum blunkljósi–og fáa størri tryggleika, hægri virkisføri og lættari at kenna aftur. |
Tann nýggi Audi A 6 Avant gevur tær ikki meira tíð, men betri tíð. Tann spildurnýggi Audi A 6 mátar, monitorerar og lagar túsundtals upplýsingar til hvørt einasta sekund. Við rattið situr tú við eini ektaðari kenslu av makligum tryggleika, meðan Audi A 6 varliga og intelligent syrgir fyri, at tú kemur trygt fram á mál. Soleiðis gevur tann nýggi Audi A 6 tær betri stundir til at njóta útsýnið og alt hitt, sum tær veruliga dámar. Einastandandi dynamiskur Skilliga Avant Lægri, breiðari og djúpri–gronin á tí nýggja A 6 Avant geislar megi og dregur uppmerksemi til sín við fyrsta eygnabrá. Teir markantu hjólkassarnir, tann bráhalla taklinjan og tann flati, lodrætti D-stólpin taka eisini tær dynamisku proportiónirnar fram og geva bilinum eitt unikt umhvarv. Hekkan er serliga sermerkt av tí sportsliga takkantspoilaranum og tí eyðkenda kromlistanum. Ein atletisk útstráling og avgjørt stórtøkin plássviðurskifti. Hópin av plássi Avgjørt høgligur: Tað optimeraða plásskonseptið í tí nýggja Audi A 6 Avant gevur føraranum og passaserunum meira beinpláss, lofthædd og herðapláss, og bagasjurúmið er sum vant stórtøkið. Splitbaksetrið við skíðklaffi kann leggjast fram fleksibult í lutfallinum 40: 20: 40 og kann sostatt verða optimalt tilpassað sum tú vilt og eftir tørvi. Antin tú og familjan eru í skíðferiu, ella um tú fert eina langa forrætningsferð: Tú hevur allar møguleikar við eini bagasjurúmstødd upp á 565-1.680 l. Alt eftir hvat kundin vil, kann interiørið í tí nýggja Audi A 6 Avant vera sera ymiskt innrættað. Umframt basisversjónina eru fýra útgerðarpakkar tøkir, og hvør pakki fevnir um eitt ávíst litkonsept: sportur, snið, úrval og–víst her–S line-sportspakkin. Litirnir eru bæði progressivir og elegantir. Tilfarið–upp til Valcona-leður og dekorinnlegg í mattum bustaðum aluminium–er av hádygd, og framleiðsludygdin er somuleiðis tann besta. Minimalistisk snið Sera lætt at brúka MMI High við touch response og 10,1” ella 8,6” HD-touch-display (eykaútgerð) passar perfekt inn í tað eleganta instrumentpanelið og verður supplerað av 12,3”-displayinum til Audi virtual cockpit (eykaútgerð). Við teimum víðfevndu møguleikunum fyri individualisering fáa upp í sjey førarar goymt sínar einkarstillingar í individuellum brúkaravangum. Sum á eini snildfon kunnu týðandi bilfunktiónir leggjast á ta ynsktu positiónina á MMI-skíggjanum við at toga og sleppa. Fleksibult, makligt og fram um alt: lætt. Slóðbrótandi intelligensur Ekspressiv útsjónd HD Matrix LED-forlyktir við dynamiskum indikatorljósi (eykaútgerð) hugtaka í ymsum høpi. Førarin fær optimalt vegaljós uttan at blenda mótkoyrandi ferðslu. Haraftrat geva tær A 6 Avant maksimala visuella effekt gjøgnum tað útvenda fokusið á tey sermerktu ljóssegmentini. Intelligensur upp á ein smartan máta Framtíðin her og nú: Ein kombinatión av perfekt stillaðum sensorum, kameraum og algoritmum mála koyristøðuna hjá tær, hjálpa til, tá ið tú vilt tað, og koma uppí, um eingin annar útvegur er. Kom við okkum út á vegin til eina autonoma koyriuppliving, sum tú kanst koyra eftir longu í morgin. Ein leikari á hægsta stigi Við framkomuni í Europa fæst A 6 Limousine við tveimum sterkum motorum–ein diesel- og ein bensinmotor. Bensinmotorurin er ein 3.0 TFSI. Tann 6-sylindraði motorurin við 340 hk og einum snúningsmomenti upp á 500 Nm økir ferðina á bilinum úr 0-100 km/t eftir 5,1 sek. 3.0 TDI V6-dieselmotorurin hevur sama førleika við sínum 286 hk og eitt snúningsmoment upp á 620 Nm. Allir motorar eru útgjørdir við tí nýggju lághybridtøknini. Kringari Meiri stýrandi Tær progressivu stýrigreiðirnar, sum eru standardútgerð, tryggja ein sterkan koyridynamikk um eitt markant sportsligt skifti til stýrigreiðirnar, ið saman við dynamiskari fýrahjólsstýring (eykaútgerð) ger bilin kringari og meiri stýrandi. |
Klokkan gongur. Sekund fyri sekund. Tað fær Audi einki gjørt við. Men vit fáa gjørt ta tíðina, tú brúkar í bilinum betri og effektivari. Tann nýggi Audi A 6 ger endaliga bart við tann mátan, sum vit higartil hava fatað bilkoyring. Uttan at taka alt tað, sum skapar gleðina við at koyra bil, burtur, hjálpa tær intelligentu assistentskipaninar í Audi A 6 tær skjótt og trygt gjøgnum ferðsluna. So meðan tú hyggur eftir tíðini, hyggur Audi A 6 eftir, at tú kemur lætt og trygt heim til teirra, ið bíða eftir tær. Eini greið boð Úr øllum heraðshornum Frá tí breiðara singleframe yvir luftinntøkunum í síðunum framman við sportsligum kromlistum til tær smølu forlyktirnar–fronturin á A 6 Limousine imponerar við progressiviteti við fyrsta bragd. Tann skarpara herðalinjan við tí prúðu hæddini yvir hjólkassunum herðir á quattro-ílegurnar. Síðuspeglini eru sett sportsliga á hurðarkantarnar. Og tann coupélíka flótandi taklinjan munnar elegant út í tann trídimensionelt sniðaða afturpartin við tí sermerkta kromlistanum í aluminiumslíki. Euro NCAP gevur okkara nýggja Audi A 6 Limousine toppkarakter, við 5 stjørnum í crashtest. Assistentskipaninar tryggja bæði teg bilførara, men skipanin ger eisini sítt til at gera ferðsluna tryggari hjá eitt nú súkklarum. Vit eru errin av at senda okkara kundar tryggar út í ferðsluna! HD-Matrix-LED-forlyktirnar (eykaútgerð) við dynamiskum blinkljósum hugtaka upp á tveir mátar. Tær geva føraranum eina optimala upplýsing av vegbreytini uttan at blenda mótkoyrandi í ferðsluni, og tær geva A 6 Limousine ein maksimalan breiddarvirkna takkað veri tað útbenda fokusið í teimum sermerktu lyktasegmentunum. Syrgir fyri tí rætta lagnum Konturambienteljóspakkin (eykaútgerð) skapar eina einastandandi atmosferu og gevur interiørinum í A 6 Limousine eina hugtakandi kabinuatmosferu, her tú følir teg væl til passar. Neyvir konturljósleiðarar hevja instrumentpanelið, miðkonsollið og aðrar markantar sniðstrukturar i 30 ymiskum litbrøgdum og við ljósintensiteti, ið kann doyvast stigleyst. Intelligensur brúktur intelligent Framtíðin her og nú: Ein kombinatión av perfekt stillaðum sensorum, kameraum og algoritmum mála koyristøðuna hjá tær, hjálpa til, tá ið tú vilt tað, og koma uppí, um eingin annar útvegur er. Kom við okkum út á vegin til eina autonoma koyriuppliving, sum tú kanst koyra eftir longu í morgin. Elektriskur mobilitetur er vorðin vaksin Innovatiónir skulu vera framskygdar. Digitaliseringin skal fremjast við einum framtíðarbendum handfaringarkonsepti, eini umfatandi uppkobling og einum stórum úrvali av førerassistentsskipanum. Fyri betri trygd. Meira komfort. Og fyri krøvum í luksusklassanum. Tað er okkara ætlan. Tað er okkara eldhugi. Tað er áttanda ættarlið av A 6 Limousine. |
Audi A 8 Uppliv koyrigleði, dygd og ferð sum ongantíð fyrr Okkara lyfti er at vera í fremsta rað. Og vit hava ongantíð fyrr havt møguleikan at vera so frammarliga og víðfevnd sum við tí nýggja Audi A 8. Hann er komin við einum nýggjum sniðmáli, einum nýggjum dygdarstigi. Tann nýggi Audi A 8 umboðar framtíðina fyri luksusklassan. Eygnasamband við einum nýggjum formi fyri megi Elegant sniðelement kombinera eina eksklusiva útsjónd við sportsligt fimi og er eitt eyðkenni fyri individualitetin hjá Audi A 8–ein heilsan frá Ur-quattroini. So lættliga fram Audi A 8 er fastapunkt, tá ið tað ræður um ta eyðsýndu lættvektkonstruktiónina. Multimaterial-Space-Frame-konseptið ger karrossaríið til tað lættasta í klassanum. Stirvnið er økt ein triðing fyri framúrskarandi kvikleika og betri koyrikomfort. Kombinerar størri komfort við meira dynamikk: AI aktivur botnur Audi kemur við induktivari løðing til A 8 At koma og løða–tú fært automatiskt tað, tú væntar: Gjøgnum løðingarplátuna (eykaútgerð) løðir battaríið í bilinum alt fyri eitt við nýggjari orku við induktión. Eingin kaðal, eingin handfaring–so einfalt kann framburðurin vera. Funktiónin verður tøk hjá framtíðar hybrid- og elbilum hjá Audi. Við hjálp frá teimum bestu nýggju intelligentu føraraassistentskipanum Víðfevnd innovativ tøkni styðja teg upp á nógvar ymiskar mátar, meðan tú koyrir og tryggjar komfort og trygd á høgum stigi. Elegansa í spildurnýggjum høpi Takkað veri tann marglitta kontur-/ambienteljóspakkanum verður kabinan pallsett við neyvum ljósleiðarum. Sniðið í kabinuni verður tikið fram, og eksklusiviteturin verður uppaftur meiri herdur. Formur og funktión, næsta stig Takkað veri tí avgjørdu nýtsluni av touch-displays við týðiligari afturvirkan og færri konventionellum kontaktum/knøttum fært tú eina spildurnýggja handfaringaruppliving. Tað ger tað seinasta ættarliðið av infotainmentskipanini uppaftur meiri intuitivt at brúka. Tað føraravenda instrumentpanelið gevur cockpittinum uppaftur meira modernitet og elegansu. |
Tann nýggi Audi A 8 L er prógvið fyri ektað stórlæti og koyrigleði Vi fáa tað at bera til at uppliva framtíðina longu í dag. Við einum sniðmáli, ið gevur elegansu og dynamikk nýggjan týdning. Við mongum assistentskipanum, einum nýggjum handfaringarkonsepti við intuitivari brúkaraleiðbeining á hægsta stigi og–framum alt–meira pláss. Innrætta títt persónliga frírúm á baksetrinum í bilinum so fleksibult og makligt sum ongantíð fyrr, og fá ta kensluna av luksus, sum støddin gevur í tí nýggja Audi A 8 L. Ein slóðbrótari við søgu Prestisja og dynamikkur–tað sæst skilliga á teimum tignarligu sniðelementunum á tí nýggja A 8 L. Hóast tað nýggja eksteriørið á bilinum eru teir nýggju, sera breiðu hjólkassarnir eisini ein afturminning frá tí legendariska Ur-quattro. Ein tungvektari í lættvektarakonstruktión Tann nýggi Audi A 8 L umboðar eins og sínir undanbilar innovativa lættvektaratøkni. Takkað veri Space Frame-multitilfarskonseptið vigar karrossaríið nú uppaftur minni. Og samstundis er stívleikin øktur ein triðing. Tær innovativu assistentskipaninar í tí nýggja A 8 L lyfta tína koyriuppliving upp í heilt nýggjar hæddir, hvat komfort og trygd viðvíkur. Elegansa í nýggjum høpi Við konturambienteljóspakkanum í fleiri litum verður kabinan pallsett av neyvum ljósleiðarum. Kabinusniðið verður tikið fram, og dygdarkenslan økist. Tú merkir munin Kabinan í tí nýggja A 8 L hevur eitt spildurnýtt handfaringarkonsept. Touchscreens við týðiligum afturvirkni eru komnir í staðin fyri tær klassisku handfaringarkontaktirnar og geva eina uppaftur elegantari kenslu, ið kemst av tí optisku minimeringini. Tann intuitiva handfaringin av instrumentunum hava við sær eina frálíka komfort–eisini á baksetrunum. |
Arteon; ein bilur, sum við síni sterku og elegantu persónligheit altíð gevur eitt sindur eyka. Snið Ein aerodynamisk skuggamynd, rammuleysar síðurútar, ein markantan afturpart–Arteon heldur ikki uppat at vekja hug eftir fyrsta eygnabrá. Og við R-Line útgávuni fært tú uppaftur fleiri prýði uttan, sum vísa, hvussu dynamiskur bilurin er. Eksteriør Eyðsýndur. Úr øllum vinklum Tann avlanga skuggamyndin við tí longu ásfrástøðuni gevur bilinum eitt týðiligt síðusnið–og framúr komfort á øllum plássum. Eitt serliga eyðsýnt element eru teir rammuleysu síðurútarnir, ið eru eitt serkent fastback-eyðkenni og geva bilinum ein dám av sjáldsamari elegansu. Interiør Snið, ið ger mun Í Arteon fært tú ein stýrikliva, sum er bæði sjónliga hugtakandi og brúkaravinarligur. |
Við eini Audi Trygdaravtalu kanst tú víðka tína vanligu verksmiðjuváttan frá 2 til 5 ár (tó í mesta lagi 150.000 koyrdar kilometrar). Við eini Audi Trygdaravtalu velur tú eyka trygd í samband við keyp av einum nýggjum Audi, tí tá nýtist tær ikki at hugsa um óvæntaðar útreiðslur tey fyrstu 5 árini við tínum nýggja Audi. Tú kanst tekna eina Audi Trygdaravtalu heilt fram til móttøkudagin, tá tú fært tín nýggja Audi. Tað fæst meira at vita um Audi Trygdaravtalu við at lesa tað, sum stendur niðanfyri. Hvat fevnir trygdaravtalan um? Størri trygd Í tíðarskeiðnum, har trygdaravtalan er galdandi, verður alt, sum avtalan fevnir um, umvælt ella skift út hjá tínum góðkenda Audi tænastuveitara. Avtalan umfatar tað sama sum ábyrgdarskjalið fyri nýggjan bil, t. v. s. tilfars- og framleiðslubrek. Uttan fyri landoddarnar Audi Trygdaravtalan er galdandi flest allar staðir í Europa, og tí finnur tú altíð ein góðkendan Audi tænastuveitara, sum er klárur at hjálpa tær. Tú sleppur undan at flyta bilin hjá tær langa leið fyri at fáa hjálp. Góðkend tænasta Tín Audi tænastuveitari kennir tín Audi. Tú kanst vera vísur í, at bilurin hjá tær er í bestu hondum og at eykalutirnir eru upprunaligir, so at tín Audi verður verandi ein Audi. Hægri endursøluvirði Um tú selur tín Audi í tíðarskeiðnum, har avtalan er galdandi, fer Audi Trygdaravtalan víðari við bilinum til næsta eigaran. Tað gevur tær ta trygd, at tín Audi sostatt enn betur varðveitir sítt virði. Eyka trygd við fyrimuni Hægri virði í samb. v. víðari sølu Fá hjálp á Audi verkstaði, sum liggur tætt við, bæði her og nærum allastaðni í Europa Umvælingar verða gjørdar á góðkendum verkstaði Avtalan er galdandi í mesta lagi 5 ár ella upp móti 150.000 km–alt eftir, hvat kemur fyrst |
Nógv kunnu vit siga um týskarar. For disiplineraðir, for punktligir, for praktiskir. Men hetta kunnu vit eisini siga um Volkswagen. Hetta er týska fólkasálin–í einum bili. Við nýggjastu tøknini og besta byggisniðinum er hetta ein bilur, sum tú fært ósvitaligt álit á. Vorsprung durch Technik Hyggur tú eisini tvær ferðir, tá tú sært ein bil við fýra ringum á kølaranum? Hatta er ta ávirkan, sum ein Audi hevur á fólk. Hann ger vart við seg í stillum og biður ikki um uppmerksemi. Men hann fær tað allíkavæl. Hví? Elegant design. Fyrstafloks luksus. Einastandandi góðska. Ert tú týpan, sum hugsar: Hvar fái eg mest fyri pengarnar? So er tað einum Škoda, tú skal leita eftir. Škoda frá Bilasøluni er snøgt sagt eitt suverent keyp til føroysku familjuna. Škoda hevur týskan VW-motor, kvalitetskabinu umframt eykaútgerð til ein sera sámiligan pening. |
Tann nýggi Caddy. Klárur til alt, sum er fyri framman. Enn meira nýmótans, talgildur, smidligur: Tað er tann nýggi Caddy. Fyriuttan ta heilt nýggju sniðgevingina, vekir hann undran við nógvum nýggjum, nýskapandi førarahjálparskipanum, einum úrvaldum Digital Cockpit (eykaútgerð) og einum framsøknum’ infotainment’–sum kann økjast til Innovision Cockpit íroknað mobilar online-tænastur. Samstundis er tann nýggi Caddy framvegis eins álítandi, makligur og nýtiligur í gerandisdegnum, sum vit kenna hann–og harvið til alt, sum liggur fyri framman. Sniðgeving hugsað út í æsir Dynamikkur hevur eitt týðiligt skap Tann nýggi Caddy vekir ikki bert undran við einum nýmótans, sjónskum fronti við sekskantaðum skapi, men eisini við nógvum nýskapandi eginleikum, so sum ókeypis We Connect-grundpakkanum (innan tey mørk, sum eru í skipanununum). Við panoramaglastakinum sum eykaútgerð hevur tú møguleika at lata meira dagsljós koma inn í kabinuna í tínum Caddy. Av øðrum háljósum kann nevnast LED-forlyktir (eykaútgerð) og LED-baklyktir umframt LED-kabinuljós. Fyri at tín gerandisdagur kann vera enn betur, so er tann nýggi Caddy fyri fyrstu ferð at fáa við teirri lyklaleysu start- og lásiskipanini Keyless Advanced við elektriskari innstilling og elupphitaðum síðuspeglum, sum eru at sláa inn. * * Standardútgerð til tað nýggja Style-modellið og tað nýggja Life-modellið. Eykaútgerð við meirkostnaði til tann nýggja Caddy og nýggja Caddy Kombi. Í kabinuni í tí nýggja Caddy leggur tú týðiliga til merkis talgildu framstigini–og allir møguleikar eru opnir. Á tí 10” (25,4 cm) stóra infotainment-skerminum (eykaútgerð) kanst tú stýra fleiri navigatións- og multimediafunksjónum, umframt at tú hevur klimastýring og tær mobilu online-tænasturnar frá We Connect. * Hevur tú hug at royna meira? So hevur tú enntá møguleikan at víðka infotainmentskíggjan við Digital Cockpit * * til sonevnda Innovision Cockpit. * Her hevur tú fleiri hentar og spennandi funksjónir í væntu. Lat okkum fara eitt stig víðari. Har heima kunnu vit við nýmótans teknikki av besta slagi tendra fyri tónleiki ella ringja til onkran við bert at nýta røddina. Tað kanst tú nú eisini í tínum nýggja Caddy. Raddarstýringin * gevur møguleikar at svara, tá onkur ringir til tín, at velja eina útvarpsstøð ella seta eitt ferðamál upp. Tú kanst eisini halda skil á hesum funksjónum við knøttunum á multifunktiónsrattinum. * Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www. portal. volkswagen-we. com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan. * * Standardútgerð til nýggja Style-modellið. Eykaútgerð við meirkostnaði til tann nýggja Caddy og tað nýggja Life-modellið. Kabina Tað eru innaru virðini, ið hava týdning Kabinan í tí nýggja Caddy er fullkomiliga nýskapað og bergtekur vegna smidleika og allar hentleikarnar. ergoComfort-setrið * (eykaútgerð), sum hevur fingið dygdarstemplið frá felagsskapinum“ Aktion Gesunder Rücken,” hevur útvegað eina rúgvu av hentleikum. Setrið hevur nógvar stillimøguleikar, og hetta er sera gott fyri ryggin. Umframt at kunna stilla longd, hædd, dýpd, hall, stólabak og nakkastuðul, hevur ergoComfort-setrið eisini ein elektriskan fýrastiga-lendastuðul. Harumframt hevur tann nýggi Caddy elektriska afturlatingarhjálp til skjótihurðarnar og baklúkuna, * ventilatión í ferðamannakabinuni og eina 230-volt-stikkdós, * sum tryggjar elorkuveitingina. Hjálparskipanirnar í tí nýggja Caddy eru næstan sum at hava góðar vinir, tí tær gera lívið eitt sindur lættari og kunnu hjálpa tær, tá tú einamest hevur brúk fyri tí. Vegna nýggju hjálparskipanirnar, Side Assist * (hjálpari til koyribreytarskift), Trailer Assist, * * Adaptiv Speed Control Assist (tillagað ferðstýring) og Travel Assist við Emergency Assist, kanst tú koyra sera lagaligt og makligt (innan tey vanligu mørkini viðvíkjandi skipanunum). * Er ikki at fáa til allar motorar. * * Eykaútgerð eftir egnum vali. Motorar Innara drívmegin Teir fýra kraftmiklu brennimotorarnir til tann nýggja Caddy eru millum teir mest virknu og økonomisku TSI- og TDI-motorar, sum nakrantíð hava verið at fáa til ein bil í hesum klassanum. Nágreinilig gransking og menning hevur havt við sær nýtslutøl við nýggjum fyrisettum málum og boðar frá næsta menningarstigi innan bensin- og dieseltøknifrøði. Harumframt hevur tann nýggi Caddy eina økta útstoytsreinsing: NOx-útlátini frá TDI-motorunum kunnu koma munandi niður vegna nýskapandi‘ twindosing.’ Nýggi, talgildi mobiliteturin Kom bara í gongd: Ókeypis We Connect * -grundpakkin er einastandandi til øll, sum í fyrstu syftu vilja royna tær mobilu online-tænasturnar. Skipanin ger tað nú meira talgilt, uppraðfest og makligt at koyra bil. Volkswagen We Connect * hevur sera nýtilig amboð við sær og gevur tær møguleikar at passa nógvar funksjónir í tínum nýggja Caddy, sum t. d.“ Hurðar og ljós” við tíni snildfon. Tú kanst kanna støðuna hjá bilinum frá fartelduni (eykaútgerð). Samlað yvirlit yvir allar tínar fyrimunir: Parkeringsstað Sjálvvirkin skaðafráboðan Støðan hjá bilinum Hurðar og lás Bilstøðufrágreiðing Koyridata * Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www. portal. volkswagen-we. com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan. Fleiri møguleikar við fleiri hentleikum All inclusive: Umframt allar funksjónirnar í We Connect * -grundpakkanum kanst tú eisini njóta tað makliga við eini online-parkeringsventilatión og nógvum øðrum fjálgum smálutum í útgerðini. Tann intuitiva online-raddarstýringin í tí nýggja Caddy kann harumframt munnlesa eitt og hvørt ynski frá tær (eykaútgerð). Ókeypis útboðið frá We Connect * hevur eitt stórt úrval av hentum tænastum og bilfunksjónum. Við We Connect Plus * * verða nakrar eyka funksjónir lagdar afturat (innan tey vanligu mørkini viðvíkjandi skipanunum). Online-ferðsluupplýsingar Online-kortdagføringar Online-raddarstýring Online-tjóvávaring Online-parkeringshiti * * * Online-parkeringsventilatión * * * * * Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www. portal. volkswagen-we. com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan. * * * Online-parkeringshitin frá We Connect Plus er sambærur við flestu eykahitarar. Hann er ikki sambærur við bilar, sum hava ein kabinuhitara (møguliga sum eykaútgerð). * * * * Er bert at fáa í samband við 2-stiga-airconditiónsskipanina Climatronic og eykahitatól við fjarstýring. * * * * * Er bert at fáa í samband við Stroyming & Alnets-pakkan. Hevur tú brúk fyri onkrum eyka afturat? Kennir tú tað? Tú situr í bilinum og hugsar við tær sjálvum, at eitt sindur av virkisføri afturat vildi gjørt lívið eitt sindur lættari. Tað er eingin trupulleiki. Við In-Car-Shop * kanst tú altíð uppstiga tær skipanir, tú vilt hava–ella keypa eyka datapakkar afturat til Stroyming & Alnet. * Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www. portal. volkswagen-we. com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan. |
Tann nýggi Caddy Cargo. Klárur til alt, sum er fyri framman. Óansæð, um tað snýr seg um boðtænastu, handverk, pakkifyritøku ella byggivinnu: Í tínum starvi hyggur tú altíð frameftir. Tann nýggi Caddy Cargo er somuleiðis framsøkin. Umframt modernaðar førarahjálparskipanir, nýskapandi‘ infotainment’ og eitt ergonomiskt føraraarbeiðspláss, hevur hann eisini eina hugtakandi sniðgeving. Hann er álítandi, smidligur og framkomin–hin fullkomni fylgisneytin, tá tað snýr seg um at basa tínum arbeiðsdegi á ein høgligan og professionellan hátt. TALGILDUR, SMIDLIGUR, STERKUR Loysnir til gerandisdagin, sum eru hugsaðar út í æsir. Intelligentur á ein harðbalnan hátt Tann nýggi Caddy Cargo megnar meira, enn ein skuldi trúð í fyrstu syftu: Hann kann lættliga flyta vøru upp ímóti 723 kg, * –og út ímóti 100 kg av hesum enntá á takinum. Hann er sera atkomiligur vegna tað eyka breiðu Maxi-skjótihurðina og ta nýskapandi, lyklaleysu start- og lásiskipanina Keyless Advanced (eykaútgerð). Kabinan hevur eisini loysnir av besta slagi: Innovision Cockpit (eykaútgerð) sameinir navigatiónsskipan og talgilt cockpit (eykaútgerð) til eina nýggja‘ infotainment’-eind. Tú kanst velja millum navigatiónsskipanirnar Discover Media (eykaútgerð) og Discover Pro (eykaútgerð). Pro-varianturin hevur 10 ″ (25,4 cm) stóran litfingraskíggja, ymiskar kortmøguleikar, ókeypis kortdagføringar, raddarstýring, komforttelefoni, Media & Internet og Wireless App-Connect (eykaútgerð). Harumframt gevur nýggi Caddy Cargo eisini atgongd til nógvar aðrar, mobilar online-tænastur frá Volkswagen Vinnubilum. * Loyvdi farmurin broytist treytað útgerðina hjá bilinum. Nú skalt tú ikki longur brúka tíð at leita eftir tingum í rokuta og skundmikla gerandisdegnum–við teirri umhugsaðu goymsluskipanini hevur tú altíð tað týdningarmesta til taks. Tey nýggju ergoComfort-setrini (eykaútgerð) og armpúturnar til førara og ferðafólk á framsetri geva eisini eyka hvíld á longum koyriteinum. Ferðafólkasetrið, sum kann leggjast niður, hevur harafturat eitt nýtt bakpanel (eykaútgerð), sum virkar sum eitt hent skriviundirlag og er lætt atkomandi frá førarasetrinum. LED-forlyktir við veðurlagaðum ljósi og ein 230-volt-stikkdós (eykaútgerð) gera koyring og arbeiðsdag nógv høgligari í tí nýggja Caddy Cargo. Vørurúmloysnir Størsti smidleiki Vørurúmið í nýggja Caddy Cargo er fyrireikað til hvat tað skal vera. Tær nýggju hurðarnar aftan við ongum rúti eru eyka mótstøðuførar. Elektrisk afturlatingarskipan til baklúkuna (eykaútgerð), skjótihurðar ella eyka breiðar Maxi-skjótihurðar saman við tí menta LED-vørurúmljósinum (eykaútgerð) betrar munandi um umstøðurnar at umskipa vøru, óansað nær tað er. Tú kanst velja millum tær sterku botnverjurnar eftir tínum egna tørvi og nýta tær á smidligan hátt. Trygdin verður harumframt ikki tryggjað bert við teimum broytiligu festingunum í vørurúminum–men eisini vegna møguleikan at læsa vørurúmið fyri seg (eykaútgerð). Tað er eisini ein trygd, at hurðarnar í førarakabinuni verða verandi læstar, meðan tú kanst savna teg um at lessa bilin. Um tú ikki hevur meira pláss eftir í vørurúminum, kanst tú brúka takið: Har kanst tú hava upp ímóti 100 kg eyka vøru. Meira hvíld á næstan øllum túrum: Tær nýmótans assistentskipanirnar, so sum Travel Assist við Emergency Assist (eykaútgerð), * stuðla t. d. við at seta í gongd eftir stuttan steðg í stop & go-trafikki ella við at vera verandi á koyribreytini og at halda frástøðu til hann, sum koyrir frammanfyri. Side Assist (eykaútgerð) * * hjálpir tær, tá tú skiftir koyribreyt. Koyrir tú ofta við viðfestisvogni? Har syrgja tær nýggju assistentskipanirnar eisini fyri einum lagaligari arbeiðsdegi. Trailer Assist (eykaútgerð) * * * hjálpir tær í samband við at mannerera ella at bakka–og ger tað nógv lættari at parkera. * Innan tey mørk, sum eru í skipanunum. * * Tað kemur meira um hetta seinni. * * * Kann bert verða bílagt í samband við dupultkoplingsgearkassan DSG. Drívkraft/motorur Kraftmikil, so tað merkist Sama, hvar tú ætlar tær at koyra, so fara teir kraftmiklu motorarnir í tí nýggja Caddy Cargo at syrgja fyri, at tú kemur trygt á mál. Allir motorar lúka longu nú Euro-6-útstoytstreytirnar. Teir hava allir bitlafiltur og eru enn bíligari í rakstri enn teir undanfarnu. Teir fýra brennimotorarnir til tann nýggja Caddy Cargo eru millum teir mest virknu og økonomisku TSI- og TDI-motorar, sum nakrantíð hava verið at fáa til ein bil í hesum klassanum. Við TDI-motorunum koyrir tú harumframt við týðiliga avmarkaðum NOx-virðum. |
Sama um tú ert heima ella úti og ferðast: California er tín besti ferða- og frítíðsmakkari, ið fær teg at føla teg heima allastaðni. Uppliv teir máttmiklu motorarnar, interiør í hádygd, nútíðar infotainment og føraraassistentskipanir saman við slóðbrótandi nettænastum. California fær skjótt ein stórabeiggja Byrjanin til eina nýggja dimensjón Á Caravan Salon-messuni í Düsseldorf 24. august til 2. september í 2018 var heimsfrumsýning av Grand California–ein fullkomiliga nýmentur tjaldbilur grundaður á topp nútíðar Crafter. Við Grand California økja vit okkara flota av tjaldbilum við einum sniði í 6-metra klassanum, ið hevur baðirúm, stórt soviøki aftast í bilinum og eina koyggjusong til børn. Tann nýggi tjaldbilurin kemur út í vár–2019. Íblástur til eina virkna ferð? Fullkomin ferðavinur 5-stjórnað marglæti á fýra hjólum Volkswagen California er yndistjaldbilurin hjá mongum fólki. Og tað eru tað nógvar grundir til. Máttugir motorar, nútíðar útgerð og eitt interiør í luksusklassa við upp til fýra soviplássum ger California til tín fullkomna ferðavin. |
Í meira enn 30 ár hevur Caravelle livað upp til hægstu standardarnar í vinnuligum persónsflutningi við sínum henta kabinusniði, infotainmentskipan av besta nútímans slag og framkomnum og fjølbroyttum føraraplássi. Tann lítla brennievnisnýtslan ger samstundis Caravelle til tann fullkomna minibussin við atliti at einum fíggjarligum sjónarmiði. Alskyns smálutir Eitt úrval av seturpakkum, ørgrynna av goymslurúmum og nógvum elektroniskum hentleikum ger Caravelle til tann fullkomna minibussin. Setur Komfort til tín og tíni ferðandi Stórur dentur verður lagdur á sitikomfort í Caravelle við armlenum, ið kunnu stillast báðumegin á førarasetrinum, eitt-ella tveysetursbonk, ymiskar goymsluloysnir og ymiskar seturstillingar. Teir mongu ymisku hentleikarnir tryggja tær góðan sitikomfort. Frá 4-seturs pakkanum til 9-seturspakkan finnur tú loysn til alskyns uppgávur, ið hava við persónsflutning at gera. Interiør Fjølbroyttur niður í minstu smálutir Í Caravelle kanst tú fult út hugsavna teg um títt arbeiði. Umframt nútíðar sniðið gevur eksklusiva tilfarið, við væl gjøgnumhugsaðari fyrireiking og skilagóðari staðseting av øllum tænastulutum eisini ein hugaligan dám. Gjøgnumhugsaða goymsluskipanin veitir tær møguleikan at goyma øll tíni skjøl og pláss fyri teldlum og snildfonum, umframt øllum hinum umráðandi tingunum, ið krevjast til ein langan arbeiðsdag í minibussinum. |
Meira praktiskur og slóðbrótandi enn nakrantíð áður Crafter ger dreymar til veruleika. Líka úr innrættningi av kabinu og vørurúmi til slóðbrótandi trygdarútgerð og framkomnum assistentskipanum, víðari til eitt breitt úrval av dygdargóðum drívlinjum, er Crafter eitt ess í hondini í klassanum fyri stórar vørubilar. Crafter. Vinnur við heildini Mester Tidende hevur aftur gjørt sína siðbundnu bólkakanning, hesaferð í Crafter-klassanum. Okkara nýggi Crafter skumpar allar sínar kappingarneytar til viks við greiðum sigri. Kanningin er gjørd av handverkarum, sum dagliga koyra í vørubilum, og ikki av tíðindafólkum, sum er tilfellið við altjóða Van of the Year-heiðurslønini. Kanningarvinnari Tryggur sigur til nýggja Crafter Um nýggja Crafter varð millum annað sagt:“ Hann veitir eina komfort, sum nógvir dýrir persónbilar fara at øvunda honum. Bilurin er so at siga ljóðleysur, sjálvt undir ferðøking, og hevur heilt eintýddar koyrieginleikar. Haraftrat er servostýringin elektrisk.” “ Tað er veruliga stórur munur á koyriupplivingini í gamla Crafter og tí nýggja–serliga hvat dygd, koyrieginleikar og larm viðvíkur.” Tú kanst lesa kanningina við at trýsta her Nýggi Crafter er kosin Ein altjóða dómsnevnd við tíðindafólkum úr 24 londum, sum viðgera vinnubilar, hevur kosið nýggja Crafter til Van of the Year 2017. Nýggi Crafter, ið er mentur og framleiddur av Volkswagen Vinnubilum, og sum er sniðgjørdur við ynskjum kundanna um ein framtíðar vørubil í huga, vann trákkaða heitið longu áðrenn hann kom á marknaðin. Dr. Eckhard Scholz, nevndarformaður í Volkswagen Vinnubilum, fekk virðislønina handaða av formanninum í dómsnevndini, Jarlath Sweeney, á IAA-messuni í Hannover. Dr. Eckhard Scholz segði eftir handanina:“ Eftir at T 6 Transporter vann hesa heiðurslønina í fjør, eru vit fegin um, at eisini Crafter vinnur hetta trákkaða heitið. Vit eru sera errin av okkara nýggjastu vøru og av okkara toymi, hvørs stóra avrik hevur gjørt nýggja Crafter til tann besta vørubilin á marknaðinum. Vit fara við hesum heiðrinum at nýta høvið til at skjóta eina eydnuríka byrjan í gongd við nýggja Crafter.” Bestu lastarrúmd og lastartrygging Nýggi Crafter hevur bestu samlaðu lastarrúmdina í sínum klassa við skjótihurðum, ið opna upp til 1.311 mm, eina vørurúmshædd upp á upp til 2.196 mm og eina lastarhædd, ið er lækkað 100 mm. Universalbotnurin (eykaútgerð) og verksmiðjusamansetta fyrireikingin til hillaloysnir geva tær uppaftur fleiri møguleikar í vørurúminum. Billongdir og takhæddir Tríggjar billongdir og tríggjar takhæddir Við trimum ymiskum billongdum og trimum ymiskum takhæddum hevur tú við nýggja Crafter hópin av møguleikum til serligar samansetingar. |
Personligt frírúm og elektriskur mobilitetur eru ikki mótsetningar við tí fullelektriska SUV’ inum frá Audi. Sama um tú koyrir í bý ella bygd ella eftir oyggj, er Audi e-tron tín trúfasti fylgisneyti. Tann fyrsti fullelektriski SUV’ urin er ikki bara sportsligur, men eisini nýtiligur gerandis, tí tú koyrir 410 km upp á eina løðing. Teir báðir elmotorarnir í bilinum syrgja í samspæli við tað elektriska fýrahjóltrekkið fyri imponerendi avriki og fermum koyrieginleikum. Audi e-tron startar í Føroyum fyri prísir úr 830.000 kr. Sterkur dynamikkur við elektriskari drívlinju Tveir sterkir elmotorar dríva Audi e-tron fram, og tað elektriska fýrahjóltrekkið, ið er eitt nýtt ættarlið av quattro-fýrahjóltrekkinum, gevur optimalt vegtak og dynamikk. Sostatt er Audi e-tron ikki bara nýtiligur gerandis, hann er eisini kvikur og fimur í lendi. Quattro-fýrahjóltrekkið verður tilkoblað eftir tørvi og gevur koyrigleði í øllum lendi. ” Hjá mær eru spontanar útferðir ein partur av lívinum.” Tann rætti fylgisneytin hvønn einasta dag Eitt løðingarkonsept knýtir Audi e-tron saman við bústaðin hjá tær, har intelligentar funktiónir og eitt víðfevnt útboð av tænastum lættir um byrjanina hjá tær við elektromobilitetinum. Og tá ið tú hevur búgvið til við hús, so syrgir tað óvanliga rásarúmið og komforturin í tí elrikna SUV’ inum fyri, at tú hevur tað líka so trygt á ferðini sum heima. ” Eitt minni at stúra fyri.” Elektriskur løðiklaffur Tann elektriski løðiklaffurin letur upp niðureftir fyri at spara pláss. Eftir løðingina letur hann automatiskt aftur 5 sek. eftir, at løðistikkið er tikið úr. Ljós kabina við fyrstafloks luftgóðsku Kabinan og komfortútgerðin i Audi e-tron svarar til eitt typiskt luksusklassamodell frá Audi. Panoramaglastakið (eykaútgerð) gevur eina ljósari atmosferu í kabinuni og styrkir kensluna av lættleika og rúmd. Sum alternativ til tað standardmonteraða 2-sonu klimaanleggið bjóðar Audi eitt 4-sonu klimaanlegg og Air Quality-pakkan sum eykaútgerð. Hetta seinasta syrgir fyri fyrstafloks luftgóðsku við einum ionisatori og eini aromatisering, ið kann stillast í fleiri stig. Haraftrat kann luftsensorin staðfesta skaðiligt gass og síðan aktivera resirkulatiónsfunktiónina. Detaljurnar gera munin Audi e-tron ber ta grundleggjandi formrøddina hjá Audi inn í ta elektronisku øldina–bæði hvat interiøri og eksteriøri viðvíkur. Stílskapandi detaljur vísa skilliga, at Audi e-tron koyrir reint elektriskt. Millum annað við tí serliga dagskoyriljóssignaturinum, tí elektriska løðiklaffinum, seturseymingar, ið eru kveikt av elektriskum rensli, og teimum tvørrandi fráfaringarrørunum. Tey virtuellu síðuspeglini (eykaútgerð) er eitt designarahighlight á Audi e-tron. ” Tað eru ikki øll ferðamál, ið eru dragandi. Men tað eru allir vegir hagar.” Avrik, intelligensur og lættleiki Snið og tøkni eru ein samlað eind í Audi e-tron. Ein stórur bogi, tann sonevndi” wrap-around”, er spentur rundan um tað kaskaduformaða instrumentpanelið við eyðsýndum vatnrøttum linjum og yvir í teir skulpturelt sniðaðu hurðarklædningarnar. Hann integrerar harmoniskt instrumentkappan yvir Audi virtual cockpit, har displayið reint optiskt virkar standandi, og skermarnar til tey virtuellu síðuspeglini (eykaútgerð). Audi e-tron er sum standard útgjørdur við topinfotainmentskipanini MMI Navigation umframt inklusivt LTE Advanced og Wi-Fi-hotspot. Navigatiónsskipanin kemur við intelligentum uppskotum um ferðamál við støði í undanfarnum strekkjum–so eru øll ferðamál dragandi. Tú kanst velja ímillum til samans 12 ymiskar lakklitir til Audi e-tron, herímillum tann eksklusiva litin antiguablátt, e-tron-logoið á tí elektriska løðiknøttinum og sum eykaútgerð á bremsupedalunum lýsir í háspenningssignallitinum reyðgulum. Skermøkjararnir og panelini eru litbragdliga tikin fram og hevja sostatt offroad-lookið á bilinum. |
Við CITIGOe iV prógvaðu vit, at tú hevði nakað at gleða teg til, nú elbilarnir gerast meira og meira vanligir. Tann spildurnýggi ENYAQ iV er á einum hægri støði, tí hann er bygdur í modulum á einum palli, sum er serliga framleiddur til elbilar, og tí hann hevur allarbestu tøknifrøði, skjóta løðing og langt koyristrekki. Við ŠKODA SUV ert tú vorðin vanur við ein snotiligan stíl við sjálvvissu. Tann spildurnýggi ENYAQ iV heldur fram við teirri siðvenju og hevur eina sniðgeving, sum er væl kend, men nýskapandi og merkisverd. Stórtikna støddarlutfallið gevur eina ábending um tey framúrskarandi plássviðurskiftini. Sera framkomið interiør, har enn størri dentur er lagdur á samlaða rúmið í ENYAQ iV–íroknað tað stóra viðførisrúmið, sum er eyðkent í ŠKODA. Dygdaravrik og nógv praktisk goymslurúm tryggja komfort á høgum støði. Umhvørvisgott tilfar setur‘ prikkin yvir i’ ið.’ Umframt ta nýggju, framkomnu kabinuna hevur spildurnýggi ŠKODA ENYAQ iV nógvar skynsamar og nýskapandi loysnir, sum kunnu handfarast intuitivt. Her kunnu nevnast Digital Cockpit (standarduppseting), nógvu ymisku sambindingarmøguleikarnir og ambienteljósini. |
Mobila ímyndin verður hin talgilda ímyndin Vit presentera tann nýggja Golf. Her eru nýggj stig tikin til talgilda útgerð á vegnum. Skynsamar assistentskipanir gera koyringina høgligari og róligari. Sett saman við teirri eyðkendu Golf-kensluni. Snið Eksteriør Sjónliga máttmikil. Tað merkist, at tað er Golf. Golf–við máttmiklari sniðgeving: Framman, har tað gongur langt niður, við smølum LED-Matrix-framljósum (eykaútgerð) í 4-eygna-útsjónd og við Volkswagen búmerkinum í nýggjari sniðgávu. Alt hóskar væl saman allan vegin í samljóði og logikki–sum tað altíð hevur verið við Golf. Tey smølu bakljósini skara framúr aftan, og millum ljósini situr tað nýggja búmerkið og tað snórabeina Golf-modellheitið. Serliga sjónligt: Tað til fulnar talgilta instrumentpanelið við stórum skíggjum, tað 10” stóra kombiinstrumentið“ Digital Cockpit”–og tann 10” stóri fingraskíggin til skipanirnar“ Ready 2 Discover” og“ Discover Media” (eykaútgerð). Vegna intuitiva fingraskíggjan er tað óneyðugt við nøkrum kontaktum, knøttum og regulatorum. Ambiente-ljósini, við nærum 30 ymiskum litum sum eykaútgerð, seta sín persónliga dám á ljósvirknaðin. Saman við øllum teimum talgildu nýmenningunum verður tann serliga Golf-kenslan sjálvandi varðveitt. Talgildir hentleikar Alt verður stillað samsvarandi tær Tín Golf kennir teg aftur–og treytað útgerðina setur hann av sær sjálvum tín persónliga føraraprofil * í gongd: Bæði at stilla setur og ljós og ta inniluft, tær dámar. Tú kanst lættliga stilla tólini, so sum tær hóskar best, í“ Innovision Cockpit (eykaútgerð): Við tí 10” stóra kombiinstrumentinum“ Digital Cockpit” sett saman við tí 10” stóru stýriskipanini“ Discover Pro” (eykaútgerð). Í“ Digital Cockpit” kanst tú, umframt klassiska innihaldið so sum snúningsteljara, ferðmátara og kilometrateljara, eisini síggja aðrar gagnligar upplýsingar. Tú kanst eisini velja at síggja navigatiónskortið á øllum skíggjanum. Tann stóri skíggin til navigatiónsskipanina“ Discover Media” (eykaútgerð) ella“ Discover Pro” verður brúktur at vísa nógvar ymiskar funksjónir við flottum grafikki og animatiónum–júst sum á tínari smartphone. Tú kanst velja myndir og yndisfunksjónir sum byrjanarmynd. * Eftir uppseting av tínum Volkswagen-ID og eftir fyrstu skráseting. Framtíðin er futuristisk Kombiinstrumentið“ Digital Cockpit” er standardútgerð og vísir tær tað innihald, sum er týdningarmikið fyri teg, á einum 10,25” stórum litskíggja við høgari upploysing: Tað stendur tær frítt at velja–t. d. klassiskt innihald so sum snúningsteljara, ferðmátara og kilometrateljara–ella tú vilt síggja tínar assistentskipanir optiskt ella eisini velja eina samanseting av navigatiónskorti og miðlavísing–í flottum grafikki og við animatiónum. Raddarvirkni Raddarstýringin bíðar bert eftir tínum boðum Við intuitivum raddarvirkni (eykaútgerð) kanst tú stýra radionum, telefonini, luftskiftisskipanini og navigatiónsskipanini í tínum Golf við røddini. Við røddini er tað møguligt at velja útvarpsstøð, finna eina adressu úr adressubókini–ella telefonnummarið hjá viðkomandi, tú vilt seta teg í samband við. Hygg eftir vegnum Tú kanst hava yvirlit yvir teimum týdningarmestu upplýsingunum og samstundis hyggja eftir vegnum, har tú koyrir: Tað er stóri fyrimunurin við head-up-skíggjanum (eykaútgerð) í tínum Golf. Tú kanst fáa upplýsing um ferð, fráboðan frá føraraassistentskipanini ella navigatiónsleiðbeining upp á framrútin. Tað sýnda er týðiligt enntá móti ljósinum. Tá tú ikki hevur brúk fyri hesum eyka skíggjanum, kanst tú bara sløkkja hann. |
Kom eftir tí víða frælsinum: Í tí nýggja Grand California 600 og tí nýggja Grand California 680. Summi rópa tað útlongsil. Onnur rópa tað ævintýrahug. Men í roynd og veru kann tað gera tað sama, hvussu vit rópa tað. Tí at øll ferðahugað vita tað: Longsulin eftir ókendari leið. Mótviljin ímóti at leggja alt til rættis. Trongdin eftir bara at lata fara og fylgja kallinum úr óbygdum. Í áratíggju hevur California umboðað júst hetta frælsið. Stóribeiggin, tann nýggi Grand California, hevur uppaftur meiri frælsi at bjóða. Tí við honum hevur tú altíð títt egna væl útgjørda feriuheim við køki, kømrum og brúsibað við tær. Her fært tú allar upplýsingar um títt nýggja heim á hjólum og áhugaverd ferðaprei um eina ógloymandi feriu. Væl gagnist! Grand feriu ferðir tvey Summi halda parferiu. Onnur halda familjuferiu. Summi vilja hava so nógv pláss sum til ber–onnur raðfesta sovipláss. Tann nýggi Grand California fæst í tveimum variantum, so tú fært títt perfekta feriuheimið. Og so hóskar hann til allar ferðir og alla tilveru. Pláss til alt og øll Jú fleiri passaserar, jú betri verður ferian. Tí hevur tann nýggi Grand California 600 ikki bara eina rúmliga tvørsong upp á 195 x 140 cm. Tað eru eisini tvær hugnaligar hásengur við uml. 170 cm liggilongd í takumráðnum (eykaútgerð). Soleiðis er pláss fyri fýra ferðandi og alt teirra viðføri upp á 6 m longd og upp í 3,10 m hædd. Komfort á fýra hjólum Hugni krevur pláss–og tað syrgir tann nýggi Grand California 680 fyri. Við longdini 6,80 m og hæddini 2,85 m hevur hann umframt eina stóra song aftan við 200 x 170 cm liggiflatu á nógvum goymsluplássi og rørslufrælsi. Soleiðis fáa øll ferðandi uppaftur meira pláss og komfort. Fimm kømur geva eitt stórt heim Í tí hugnaliga sovikamarinum kanst tú droyma teg langt burtur. Í køkinum fært tú gandað ymist krás fram. Í stovuni kunni tit flenna, tosa og eta saman. Í baðirúminum byrjar dagurin í friði og náðum. Og har ímillum fáa tit verið í fríluftsrúminum. Brúkið tíð saman–ella verið einsamøll hvør sær. Tað er bara best innanfyri sínar egnu fýra veggir! Tí syrgja ymisk tilhaldsøki í tí nýggja Grand California fyri, at tú kennir teg heima allastaðni í verðini. Stórt sovikamar Vilt tú sova høgt, tvørturum ella eftir longdini? Her sova øll væl Álvaratos–vit vilja helst øll sova í okkara egnu song. Koddin er mjúkur upp á tann heilt rætta mátan. Og madrassan fjaðrar akkurát, sum tú vilt hava tað. Tí er títt heilt egna sovipláss innbygt í tað rullandi feriuheimið. Tann nýggi Grand California 600 hevur tvær hugnaligar hásengur (eykaútgerð) undir eini stórari taklúku og eina rúmliga tvørsong til fýra persónar. Og í tí nýggja Grand California 680 syrgir ein stór song eftir longdini fyri uppaftur meira komfort. Góða nátt! Stórur køkur Tann besta matin gera vit sjálv Skeljadjór á bryggjuni, har útróðrarmaðurin frá morgunstundini selur sína nýveidda fong. Appilsinir, sum vit sjálv henta í teirri lítlu lundini aftanfyri næsta bóndagarðin. Tomatir, ið anga av sólskygdum suðurlondum. Hvør tímir at fara út at eta, tá ið tað besta krásið er beint uttanfyri dyrnar? Takkað veri ein fult útgjørdur køkur við gasskomfýri, handvaski, køliskápi og ov mikið av plássi fáa vit í tí nýggja Grand California sjálv gjørt okkum lokalar rættir. Stórt bað Vøsk, bað, tokki Hevur tú bara eina ferð á miðjari nátt roynt skinkla út á vesið, veitst tú, at tað er einki serliga hugaligt. Líka so lítið sum køld felags brúsibað. Ella pláss, har tað hvørki er eitt ella annað. Tú vilt hóast alt hava tað eitt sindur høgligt í feriuni. Tí er tað gott, at tann nýggi Grand California hevur eitt fullfíggjað brúsibað. Vit síggjast ongantíð aftur, kampingbaðihús! Tann deiligasti stevnustaðurin úr Viðareiði til Italia Stovan er miðdepilin í øllum heimum. Hóast vit fara hvør til sín, hittast øll aftur her. Í Grand California er ein modernað dinetta við góðum plássi til spæl, film, prát og bara at vera saman. Tað er hóast alt tað, sum tað ræður um í feriuni. Stórt fríluftskamar Trínið út undir opnan himmal Tá ið sólin skínur allan dagin, kvøldini kunnu ikki gerast nóg drúgv, og vit sjálvt um náttina ikki hava brúk fyri meira enn einari tunnari troyggju, eru vit ongantíð ov nógv úti. Tí hevur tann nýggi Grand California uppaftur meira pláss: Tú skalt bara koyra tað elektriska trinið út og brúka plássið uttanfyri sum eitt hugnaligt fríluftskamar, við ella uttan kampingmøblar. Grand elektriskt Gjøgnumhugsað niður í minsta vinkul. Undirhald allastaðni Grand kontroll Við einum einasta taki kanst tú stilla tað, ið ger kamping so einastandandi: Tað gjøgnumhugsaða handfaringarkonseptið til tann nýggja Grand California byrjar við eini høvuðseind við touchpad til at stýra tær ymsu funktiónirnar í kabinuni og heldur fram við ymsum geymaportrum og el-samanbindingum. Vælvera á øllum leiðum Eisini í cockpittinum í tí nýggja Grand California hevur tú frálíkt yvirlit og lætta handfaring av teimum ymsu løttu handfaringarelementunum og skjótt og intuitivt kontroll yvir øllum atkomandi funktiónum í bilinum. Longu umborð: Grand standardútgerð Vit vilja, at tú skalt kunna rokna við tínum Volkswagen Vinnubili. Tí hava vit inkluderað komfort, trygd og álit á standardútgerðina. Sama hvat av okkara modellum, tú velur. Grand Heim Longu við sum standard í tí nýggja Grand California 600 • Kompaktur autokampari við multifunktiónskabinu • Tvørsong við 195 cm x 140 cm liggiflatu til tvey vaksin • Køkur við gasskomfýri, vaski og 70 l-køliskápi • Luft- og vatnvarmi við gassi • Nógvar geyma-, 12-V- og 230-V-stikkdósir í tilhaldsøkinum • Komplett bað við brúsubað og toiletti • Feskvatntangi 100 l, spillivatntangi 90 l • Mát uttan: Longd 600 cm, breidd 183 cm, hædd 303 cm Longu við sum standard í tí nýggja Grand California 680 • Makligur autokampari við 80 cm longri tilhaldsøki • Song eftir longdini við 200 cm x 170 cm liggiflatu til tvey vaksin • Nógv goymslurúm, skáp og goymslupláss • Køkur við gasskomfýri, vaski og 70 l-køliskápi • Luft- og vatnvarmi við gassi • Nógvar geyma-, 12-V- og 230-V-stikkdósir í tilhaldumráðnum • Komplett bað við brúsubað og toiletti • Feskvatntangi 100 l, spillivatntangi 90 l • Mát uttan: Longd 680 cm, breidd 183 cm, hædd 285 cm |
Við ID. 3 byrjar eitt nýtt, dynamiskt tíðarskeið í hugaheiminum við elektriskum mobiliteti. Avrik á elektriska økinum saman við slóðbrótandi sniðgeving–við góðum brúksmøguleikum í gerandisdegnum. Fyri fólk, ið gjarna vilja hava broytingar. Framtíðin liggur opin. Tú kanst byrja við einum CO2–neutralum umhvørvisroknskapi Vit hava sett okkum fyri, at vit vilja handa tær ID. 3 við einum CO2-neutralum umhvørvisroknskapi. Fyri at tú frá byrjan av kanst koyra við einum neutralum CO2-roknskapi, lækka vit og sleppa okkum undan CO2 í framleiðsluni, fyrst og fremst við ymiskum tiltøkum, sum tú kanst lesa meira um her. Eitt av tiltøkunum er at nýta grøna elorku bæði til framleiðsluna av battaríum og á verksmiðjuni í Zwickau, har ID. 3 verður framleiddur. CO2-útlátið, ið ikki slepst undan–frá framleiðslu til útflýggjan av bilinum til kundan, og sum verður roknað út eftir tí serstaka umhvørvisroknskapinum–verður javnað við góðkendum verkætlanum at verja veðurlagið. Til teir fyrstu ID. 3-bilarnar eru váttanir frá verkætlanini fyri skógarvernd,“ Kantingan Mentaya,” nýttar. Tær eru góðkendar sambært“ Verified Carbon Standard” (VCS) og“ Climate, Community & Biodiversity Standard” (CCB). Elektriski mobiliteturin hevur harumframt góð líkindi fyri at minka um CO2-útlátið í nýtsluumfarinum nærum niður í null: við miðvísari løðing við grønum streymi. So verjan av veðurlagnum liggur í tínum hondum! ID. 3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir e-tøkni Battarí og koyristrekki Megnarorka. Skjót løðing ID. 3 er merkisverdur við tí góða koyridynamikkinum, ið eyðkennir elbilar. ID. 3 fæst við trimum ymiskum frávikum viðvíkjandi útgerð–og við skalérbarum battaríi (við møguleika fyri stigvíst økjandi effekt), sum gevur eitt koyristrekki á 330–550 km. Skjótløðing ger, at ein ID. 3 við battaríi á 58 kWh við løðieffekt á 100 kW í 30 min. verður løddur til eitt koyristrekki á uml. 290 km (WLTP) ella uml. 200 km koyring á motorvegi–og hetta er nýggjur standardur hjá bilum í hesum bil-klassanum. Ferðøking Tann nýggja kenslan av ferð Heldur tú, at krossvegir við ferðsluljósum eru argiligir? Ikki í einum ID. 3! Frá nú av verður tað rættiliga stuttligt at uppliva hvønn krossveg sum ein nýggjan start–og so bara seta í gongd. Einki girskift meira, eingin seinkan meira. Bert støðug, dynamisk ferðøking við fullum snúningsmomenti frá starti av. Tú merkir sjálvur framtíðarinnar mobilitet og eitt nýtt slag av koyrigleði, meðan tú verður trýstur aftur í setrið. ID. 3 fæst við trimum ymiskum frábrigdum: Við battarístødd frá 45 kWh til 77 kWh. ID. Light hevur visuelt samskifti við teg og er ein hjálp í sambandi við navigatiónsskipanina (eykaútgerð) at koma meira róliga gjøgnum ferðsluna. Um tú nýtir raddarstýringina, fært tú eina afturboðan frá tíni rødd við einum ljóstekni. Tá tú fert úr tínum ID. 3, sigur ID. Light farvæl við eini heilsan–við intelligentum ljóstekni. Eitt róligt eygnakast inn í framtíðina. Og á vegin Augmented Reality (øktur veruleiki) Head-up-Skíggin (eykaútgerð) flytir hentar upplýsingar beinleiðis til sjónarringin í forrútinum og hjálpir tær at slappa av, meðan tú koyrir. Tað vísir tær t. d., hvussu tú skalt snara. Avmyndingin á rútin og tað, ið hendir á asfaltinum, sær næstan út at renna saman í eina heild. Fleiri koyrihentleikar hvønn einasta dag. Panoramatak At síggja gott út: panoramatakið Vit teirri óvanliga stóru glasflatuni, sum nærum fevnir um alla takbreiddina, er panoramaglastakið (eykaútgerð) eitt, sum í sær sjálvum fangar eygað. Enn vakrari: frítt útsýni til himmalhválvið. Tað tónaða glasið gevur eisini eitt fjálgt hitalag, eisini tá sólin skínur. Tamarhald á øllum. Eftir boðum At fonglast við knøttar, meðan ein koyrir, er ikki neyðugt longur. Hygg eftir vegnum–intuitiva raddarstýringin ger tað møguligt at brúka útvarpstól, navigatiónsskipan (eykaútgerð) og telefon. Tú skal bert siga:” Hello ID.” ella” Hej ID.” –so skilir skipanin teg. Vælkoma ID. 3 sigur“ Hey.” Við ljósum ID. 3 kennir teg aftur, tá tú nærkast bilinum við billyklinum, um bilurin hevur lás- og startskipanina“ Keyless Advanced” (eykaútgerð). Tær stílreinu LED-Matrix-forlyktirnar (eykaútgerð) tendra eitt stutt bil, sum um tær blunka til tín og fær ID. 3 at tykjast næstan menniskjansligur. ID. Light í kabinuni gevur tær beinanvegin eina kenslu av at vera vælkomin. Tá tú startar, hoyrist eitt spakuligt ljóð, har tú fært hug at koyra avstað beinanvegin. Tá tú fert úr tínum ID. 3, sigur ID. Light farvæl við eini heilsan–við intelligentum ljóstekni. Uttaná Minni bilur. Meira ID LED-Matrix-forlyktirnar, Volkswagen búmerkið, sniðgivið av nýggjum, og eyka ljóslinjan–eru frá báðum síðum fráboðanir um búmerkið, sum er futuristiska sjóndareyðkennnið hjá ID. 3. Sjóndareyðkennini byrja líka so futuristiskt framman sum tey enda aftan á bilinum–fullgjørd. Fullkomna, nýsniðgivna útsjóndin heldur fram allan vegin inn í kabinuna. Bæði futuristiskt, høgligt og einfalt. Hetta sæst aftur við teimum innbjóðandi setrunum, góða plássinum til beinini og tí stóra touch-skíggjanum. Afturat hesum kemur ID. Light og ambienteljósbúnaðurin, sum tú lagar eftir tínum egna tørvi. Ambienteljósbúnaður Tað er eyðsýnt: dámligir litir, róligari koyring Gev tínum ID. 3 fleiri einstaklingseyðkenni. Til tess kanst tú velja millum tíggju yndislitir sum standard (sum eykaútgerð eru 30 ymiskir litir at fáa) og geva kabinuni eitt varisligt ljós. Tað veri seg instrumentpanelið, fartelefonhaldarin (eykaútgerð) og hurðarnar. Sama um tú vilt hava kaldligt ella fjálgt ljósføri–valið er títt. |
Stuðlar tær, koblar teg í og gevur tær nýggjar møguleikar Ein spildurnýggj fyriskipan viðv. plássi, sum gevur tær eyka frælsi. Elektronisk avrik, sum tú fert at vera sera glaður fyri. Hugskygdur stýringshentleiki, sum ger alt lættari. Tann nýggi ID. 4: Sterkur sum ein SUV, elektroniskur sum ein ID. e-Tøkni Framdráttur Við fullari ferð frameftir Frá nú av verða øll reyð ljós bara ein nýggj byrjan, har tú fert at uppliva koyrigleði heilt av nýggjum. Tí elmotorurin í ID. 4 hevur eina dynamiska ferðøking við fullum snúningsmátti heilt frá byrjan av. Við teimum modellum, har systemveitingin hevur 204 hk, megnar tú snarkoyringina frá 0 til 100 km/t uppá bert 8,5 sek. Uttan gearskifti, uttan tarn av nøkrum slagi–tað er bara at traðka spitaran í botn og kenna gásaholdið í spenninginum. Avrik og koyristrekki El førkar teg frameftir Um morgunin er tað tann friðarligi túrurin til arbeiðis, men áðrenn tað skalt tú venja, og tá tú hevur frí, verður farið við fullum viðføri ein vikuskiftistúr. Við ID. 4 er tað eingin trupulleiki. * Í modellunum 1 ST og 1 ST Max hevur tú eitt battarí við 77 kWh nettobattarí-orkuinnihaldi og eitt samansett koyristrekki á 499-490 km * * umframt eina systemveiting á 204 hk. * Koyristrekkið broytist í roynd og veru við koyrimáta, ferð, brúk av ymiskum hentleikum/øðrum brúki, hitalagi, tali av ferðafólki/farmi og staðlýsing. * * Kundaviðkomandi koyristrekki-tøl fyri ID. 4 við 77 kWh battaríi og bakhjólsdrátti. Koyristrekkið broytist í roynd og veru við koyrimáta, ferð, brúk av ymiskum hentleikum/øðrum brúki, hitalagi, tali av ferðafólki/farmi og staðlýsing. Altjóða løðing Ómakaleys løðing í altjóða koyring Við‘ We Charge’ hevur tú allastaðni í Europa atgongd til meira enn 150.000 løðistøðir * –íroknað tað fullkomna snarløðingarkervið frá IONITY. Um tú skalt løða á IONITY-snarløðistøðum í Danmark ella í øðrum londum, so skalt tú gjalda fyri tína nýtslu á løðistøðunum. Um tú hevur hald frá Clever, er óavmarkað løðing á snarløðarum í kervinum hjá Clever íroknað tínum haldaragjaldi. * Meira enn 80% av atkomandi almennu løðingarinnskipanini í Europa. Tað veldst um bilin, hvussu stillur ein elbilur er. Fyri at økja um ferðslutrygdina, er ID. 4 við eini ferð upp móti 30 km/t stillari innanífrá og eitt sindur týðiligari at hoyra uttanífrá. Tað hevur við sær, at gongufólk lættari verða varug við bilin. Framtíðar samansetingin leggur dent á framskygda samleikan hjá bilinum–og hevur samstundis eitt eftirgjørt billjóð við sær, sum ger tað møguligt hjá fólki, sum eru til gongu ella á súkklu at hoyra teir nærum ljóðleysu elbilarnar. Hitapumpan í ID. 4 økir um koyristrekkið Í spildurnýggja elektriska ID. 4 gevur ein hitapumpa eina orkuvirkna upphiting av kabinuni. Harvið verður brúktur minni streymur frá battarínum. Fyrimunurin er upp móti 30% longri koyristrekki um veturin. Eksteriør Virkisføri á vakrasta hátt Ein urban SUV við einum stórfingnum sniðútkasti og einum venditvørmáti sum hjá einum lítlum bili: Tann nýggi ID. 4 vísir, hvussu freistandi tað kann vera at koyra í einum elbili. Við fullgjørdum lættmetal-felgum í 18”, * 19” eller 21” (alt eftir modelli), einum takboyla til eyka viðføri, handtøkum feld inn fyri enn betri aerodynamikki, sum eykaútgerð 3D-LED-baklyktum við dynamiskum blunkljósum og einum øðrum, møguligum eyðkenni: Ljóslinjan, sum framman og aftan førir til tað nýsniðgivnað búmerkið hjá Volkswagen. * Kemur seinni Interiør Vælkomin til títt‘ Open Space’ Innan er tann nýggi ID. 4 sniðgivin á slíkan skynsaman og rúmligan hátt, at tað gevur tær og tínari familju eina stórfingna kenslu av at hava nógv pláss. Tað leggur tú beinanvegin til merkis, tá tú setur teg inn í bilin. Her er ríkiligt av plássi til beinini, her er ein broytilig miðkonsoll og maklig setur, har tú sum eykaútgerð fært tey við elektriskari stilling og minnisvirkni. Harumframt er bilurin at fáa við einum 12” (30,5 cm) stórum miðstaðar touch-skíggja og fleirvirkisratti við touch-handfaring og við vibratiónsfeedback. Ambiente-ljósini í teimum litum, tú sjálvur velur, fáa fram eina kenslu av at sita í eini salong. Saman við panoramasóltakinum, sum fæst sum eykaútgerð, verður tín koyring ein hvílandi uppliving. Ambienteljós Ljós til ein og hvønn hýr Gev tínum ID. 4 meira persónleika. Til tað kanst tú velja millum 10 ymiskar litir sum standard (sum eykaútgerð eru 30 ymiskir litir at fáa) og fáa eitt varsamt ljós í kabinuni, millum annað á instrumentpanelinum, fartelefonhaldaranum og hurðunum. Um tú velur eitt kaldligt ella fløvandi ljós–valið er títt. Móttøka Gevur tær eina persónliga móttøku Tann nýggi ID. 4 kennir teg aftur. Tá tú í samband við ta lyklaleysu lási- og startskipanina Keyless Access, * sum er eykaútgerð, nærkast bilinum og hevur billykilin hjá tær, lýsa IQ. LIGHT-LED-matrixforlyktirnar á bilinum (eykaútgerð) fyri at taka ímóti tær. Og‘ leaving home-and coming home’-funksjónin kastar ljós á vegin til og frá bilinum, so tú á tryggan hátt kemur til bilin ella til høvuðsdyrnar. Tað samvirkna ID. Light býður tær vælkomnum inni í kabinuni, áðrenn eitt varisligt ljóð, tá tú startar bilin, ger, at tú fært hug at fara avstað beinanvegin. Tá tú so aftur fert úr tínum ID. 4, sigur tín ID. 4 farvæl við einum ljóstekni og einum ljóði. * Her hjálpir Keyless Access tær innan fyri tey mørk, ið eru í skipanini. Serstakur allur sum hann er Við útvortis Style-pakkanum hevur tann nýggi ID. 4 eina rúgvu av møguleikum til tín fyri eisini at strála úteftir–t. d. við tínum yndisliti. Sum nakað serstakt liggur metallakkið, sum tú kanst velja sum eykaútgerð, upp at takinum við svørtum mótliti við silvurlittari takrammu og c-stolpa. Hetta er ein litfrámerking, sum veruliga er eitt spæl við mótsetningum. Júst sum ID. 4 sjálvur ger. Hentleikar Panoramatak Eitt ófatiligt útsýni Við tí ómetaliga stóra glasflata, sum nærum fevnir um alla breiddina av takinum, virkar panoramaglastakið (eykaútgerð) í sjálvum sær sum eygnariv, nakað tú varnast beinanvegin. Og enn vakrari: Fría útsýnið upp í loft. Tónaða glasið hevur harumframt eitt fjálgt hitalag við sær. Rullugardinan verjir móti sterkum sólarljósi, og tað kanst tú til dømis stýra á ein makligan hátt við røddini. Tú kanst siga:“ Hej ID. , vis mig stjernerne,” * og so fer rullugardinan frá. * Raddarstýringin er ikki tøk á føroyskum, men á m. a. donskum, týskum og enskum. Slóðbrótandi navigatiónsskipan Í nýggja ID. 4 varðveitir tú yvirlitið víðvíkjandi tí, sum hevur týdning fyri teg. Augmented-reality-head-up-display, sum er eykaútgerð, avmyndar týdningarmiklar upplýsingar beinleiðis á sjónarvíddina í forrútinum. Við augmented-reality-tøknifrøðini sært tú navigatiónina beinleiðis á vegnum og júst har, hvar tú koyrir beint fram ella skalt snara. Hetta gevur tær meira hvíld at koma á mál, tá tær ikki nýtist at hyggja burtur frá vegnum. Eyðsýnt samskifti Við ID. Light samskiftir tín ID. 4 eisini sjónbært og er–saman við navigatiónsskipanini–ein hjálp at koma so róliga sum gjørligt gjøgnum ferðsluna. Bilurin býður tær vælkomnum og flytur leiðbeining frá upplýsingar- og hjálparskipanunum hjá bilinum til ljóstekin, sum ger at tú verður førdur róliga og stillisliga gjøgnum ferðsluna. Tá tú brúkar raddarstýringina, fært tú eina afturboðan frá ID. Light av tíni rødd. Tá tú fert úr tínum ID. 4, sigur ID. Light farvæl við einum ljóstekni. Talitænasta Sig“ hej” við tín ID. 4 Lat tað vera ein farin tíð at verða órógvaður av knøttum og kontaktum, tá tú koyrir. Hygg á vegin–við intuitivari raddarstýring kanst tú heilt einfalt passa radio, navigatiónsskipan (eykaútgerð) ella fartelefon. Tú skalt bara siga“ Hej ID.” * –so skilir skipanin teg. * Raddarstýringin er ikki tøk á føroyskum, men á m. a. donskum, týskum og enskum. Hentur máti at opna bilin, koyra vøru inn og seta seg Við“ Keyless Access,” sum er eykaútgerð, skrásetir ID. 4 eisini billykilin í lummanum hjá tær og opnar bilin, tá hondin hjá tær nærkast handtakinum. Við Easy Open & Close, sum fæst sum eykaútgerð, er ein lítil rørsla við fótinum undir bilinum aftan nóg mikið til, at elektriska baklúkan fer upp ella aftur. Tú fert at ásanna, at nýskapandi tøknifrøðin ger gerandisdagin lættari. Viðfestiskrókur Útgjørdur til tína útgerð Krevja tíni ítriv, at tú hevur nógva útgerð við. . ? Hevur tú brúk fyri at flyta førning í samb. v. títt arbeiði. . ? Tað klárar ID. 4 lættliga: Viðfestiskrókurin, sum er eykaútgerð, kann draga eina viðfestisvekt á 750 kg (uttan bremsur)–ella eina viðfestisvekt á 1.000 kg (við bremsum). * Tá tú ikki hevur brúk fyri viðfestiskrókinum, kanst tú í eini handavending koyra hann inn undir kúfangaran, har hann ikki sæst. |
Í meira enn 65 ár hevur Multivan verið best hóskandi felagin til at hjálpa við ymiskum tørvi í gerandisdegnum og í frítíðini. Tann rúmliga og fjølbroytta kabinan er ein fragd, og interiørið er í hádygd, infotainmentskipanirnar eru av besta nútíðar slag, og framkomnar føraraassistentskipanir lúka, saman við munadyggum motorum, allan tørv. Ófatiliga fjølbroyttur Elektriskt stillað setur, multifunktiónsróður og hópin av verkligari eykaútgerð gera hvønn einasta túr í Multivan til eina sanna frøi. Setur Pláss fyri mest møguligum fjølbroytni Tú og tíni ferðandi kunnu njóta hópin av høvd- og beinplássi á upp til sjey makligum sitiplássum–eisini í aðru og triðu sitirøð. Og sum nakað heilt serligt kunnu staksetrini á aðru sitirøð lættliga vendast 360 stig, so at tey venda móti koyrslukósini–uttan at tað er neyðugt at loysa tey úr dúrkinum. Í Multivan Comfortline við langari ásfrástøðu fáast upp til átta sitipláss. Multifunktiónsborð. Gleð teg til eitt makligt arbeiðsumhvørvi Umframt ta rundu borðplátuna umfatar hetta borðið eisini hópin av goymslurúmum bæði til stórt og smátt. Tá ið tú ikki brúkar borðplátuna, kanst tú venda henni 90 stig, smekka hana saman og leggja hana inn at borðhaldaranum. Síðan kann multifunktiónsborðið flytast aftur og fram ímillum bæði staksetrini á tveimum eyka skinnarum. Trælíkt dúrki í ferðafólkakabinuni Heimligur hugni Tað haldgóða og lættvaskaða trælíknandi dúrkið“ Halifax Maple” fæst sum eykaútgerð og gevur ferðafólkakabinuni ein heimligan dám. |
So er umráðandi, at tú hevur ein álítandi bil. Tann nýggi Passat er tó nógv meir enn tað: Tað er uppgávan hjá bilinum at syrgja fyri, at tað verður lættari hjá tær at greiða tínar uppgávur. Við tí intuitivu handfaringini av funktiónunum í bilinum verður hvør einasti túrur til eina góða uppliving. Á hægsta stigi. Passat hevur nógvar bestu lutir. Her hyggja vit stutt at trimum av teimum: Heldur teg á sporinum. Og heldur hini burturfrá tær. Dynamiskt ljós. Uttan at blenda. Adaptivur ferðpilotur ACC Heldur frástøðu. Og heldur hámarksferðina. Assistentskipanir Heldur teg á sporinum. Og heldur hini burturfrá tær. Við Travel Assist (eykaútgerð) hevur tú ein sera hentan førarahjálpara við í bilinum. Skipanin syrgir fyri við at trýsta á ein knøtt fyri koyrikomfort * á høgum stigi, tí hon hjálpir tær í langligari og troyttandi koyring * * . Serliga á motorvegi og breiðum landavegi heldur Travel Assist koyribreytina og ferðina fyri teg og hevur fyrilit við fráleikanum á koyribreytini og ferðini og samstundis við frástøðuni til ferðsluna frammanfyri. Í sambandi við dupultkoblingsgearkassanum DSG kanst tú koyra róliga gjøgnum halar og nógva ferðslu. * Innanfyri systembundið mark. * * Førarin skal altíð vera til reiðar at ógilda hjálparaskipanina og sleppur ikki undan ábyrgdini fyri at koyra bilin trygt. Adaptivur ferðpilotur ACC Heldur frástøðu. Og heldur hámarksferðina. Á strekki við alment ásettum ferðmarki, men eisini áðrenn vegbugar ella rundkoyringar, kann tann adaptivi ferðpiloturin ACC við framskygdari ferðregulering (eykaútgerð) vísa ferðmarkið og reagera upp á frávik haðani. Við upp í 210 km/t kann skipanin haraftrat hjálpa tær við at halda passaliga frástøðu til bilin frammanfyri * . * Innanfyri systembundið mark. Panikksekund? Ikki við tí nýggja Passat. Neyðbremsuassistenturin Front Assist við gonguskráseting kann–skuldi hættisligur samanstoytur við eitt akfar frammanfyri borist á–hjálpa við at minka vavið av vanlukkuni ella–optimalt mett–heilt fyribyrgt vanlukkuni. * Skipanin kann skráseta fólk til gongu og akfør á koyribreytini og ávara føraran rættstundis. Reagerar eingin, kann skipanin fremja neyðbremsing. * * Innanfyri systembundið mark. Assisterað parkering Mót til at royna parkeringsbásin. Við parkeringshjálpini í tí nýggja Passat. Sjálvt parkering hoyrir til fortíðina. Við parkeringshjálpini við mannereringsbremsufunktión (standardútgerð frá útgerðarlinjuni Business) og parkeringsstýriassistentinum Park Assist (eykaútgerð) sparir tú nógv stríð í sambandi við parkering og mannerering. Sum førari hevur tú tó framvegis tamarhald á bilinum. Skapa tína egnu mynd av tí nýggja Passat Snið Dynamiskt ljós. Uttan at blenda. Tað gevut ikki bara eina meiri avslappaða koyriuppliving hjá tær, men eisini fyri øll, ið koyra undan ella ímóti á leiðini * . * Innanfyri systembundið mark. Dynamiskt bugaljós Tá ið tú koyrir inn í ein buga, fer ljósið undan Tað dynamiska bugaljósið syrgir fyri betri útsýni * . * Innanfyri systembundið mark. Ambientuljós Frá kul til hugnaligt. Ljós skapar fjálga. Frá hóvligum til glampandi ljós. Tú kanst lættliga regulera teir lýstu dekorlistarnar um displayið til radio hjá tær ella navigatiónsskipanina. Við ambientuljósi Plus fært tú eisini ein eyka ljósgeisla í instrumentpanelinum framman. Líkist einum bili í luksusklassanum: tann nýggi Passat. Sniðið á tí nýggja Passat sameinir funktiónalitet og sportsliga linjuføring. Tann markanta kølaraverjan og ljóssignaturini í forlyktunum geva eina eyðsædda, brasna mynd. Við LED-forlyktunum ella LED-Matrix-forlyktunum (eykaútgerð) og teimum nýsniðaðu LED-baklyktunum umframt eitt dragandi úrval av felgum verður tað stílreina sniðið eyðsýnt. Stutt sagt: Tann nýggi Passat imponerar úr øllum vinklum. Við fyrsta eygnabrá. Tú sært! Lúkar sjálvt tey strangastu krøv: Kabinan í tí nýggja Passat hevjar premiumkarakterin í bilinum við fyrsta eygnabrá. Vælkomin umborð! Felgur Tað sær væl út hjá tær: felguprogrammið. |
Polo er álítandi, vísur og sportligur. Eitt greitt listasnið og snøggar linjur geva Polo eina lýtaleysa javnvág millum snið og tól. Hann sannførir við tryggum nútíðar hentleikum. Stutt sagt: Tú fært hug at koyra Polo. Eksteriør Geislar sjálvvissu Polo er sportligur og markantur. Gronin hevur fingið ein meiri dynamiskan dám við tí longu motorlúkuni, og tær vatnrøttu linjurnar gera, at hon tykist breiðari. Sportliga útsjóndin, kompaktu málini, og tað stutta yvirhangið eru við til at útvega hádygdar koyrigleði. Interiør Meira pláss til tokka Hámørkini í einari Polo-kabinu eru ambiente-lýsingin (standard í Highline), setrini við armleni (standard í Polo GTI) og tað nýggja dekorinnleggið. Haraftrat er Polo eisini vaksin–tað gevur øllum meira lofts- og beinpláss. |
Audi Q 2 er ein bilur við karakteri og ómetaligari koyrifrøi Antin tað er ævintýr uttan fyri alfaraveg ella gerandisdagur í býnum–Audi Q 2 er ein ektaður fjøltænari. Hann kombinerar progressivt snið, ótrúliga koyrifrøi og nógvan funktionalitet. Og so er hann ungdómligur í sínum sniði og fullur av framkomnari útgerð. Uppkobling, infotainment og assistentskipanir í tí kompakta SUVinum hava støði í luksusflokkinum. Dynamisk koyrifrøi Tær progressivu stýrigreiðirnar, ið er standardútgerð, tryggjar beinleiðis og dynamiskar koyrieginleikar. Um tú vilt fært tú uppaftur størri koyrigleði við quattro-dráttarlinjuni, koyridynamikkskipanini Audi drive select og tí adaptivu stoytdoyvaraskipanini. Ramlig útsjónd Audi Q 2 vísir vøddar longu við fyrsta eygnabrá: herðabreiður og við skørpum bragdi er hann fullur av treysti og sjálvsáliti. Tað lága takið og tann høga rútalinjan minnir um ein coupé og gevur lívstílsatletinum ein stórfingnan dám. Serliga eyðsýnt: tær keyluformaðu forlyktirnar, tann høgt setta singleframe-kølaraverjan og tey frálíku luftinntakini. Tann langi takspoilarin og ein diffusor við botnverju tekur ta sportsligu hekkuna fram. Progressivt ljós Audi Q 2 er útgjørdur við halogenforlyktum sum standard. LED-forlyktirnar (eykaútgerð), ið fevna um dynamisk blinkljós aftan, tryggja neyvt ljós á vegin eins og dagsljós. Samstundis geva tær eyka trygd og framleiða minni orkunýtslu. Tær halda eisini leingi. Funktionelt interiør Interiørið í Audi Q 2, ið ber tað mjáa, kantuta sniðmálið úr interiørinum víðari, rúmar fimm fólkum. Tær fýra hurðarnar fara víða upp við lættari atgongd og góðum útsýni. Hinvegin er síðustøðan hjá tær og forseturpassaserin sportslig og gera eftir teimum vánum, sum eksteriørið var høvið til. Mikið margbroytni: handfaringarkonsept og infotainment Audi Q 2 er sum standard útgjørdur við einum 5,8” MMI-skíggja. Bíleggur tú MMI Navigation plus við MMI touch, so fært tú eisini eina touchpad á høvuðselementinum. Skipanin kann eisini brúkast lætt og makliga við tí natúrligu ræddartænastuni og tí integreraðu MMI-søkjaranum. Sum eitt alternativ til tey analogu instrumentini, ið eru standard, kunnu øll display eisini vísast knívskarpt og sera detaljerað í tí fulldigitala Audi virtual cockpittinum. Ein onnur toppmodernað útgerðardetalja: eitt head-up-display fæst eisini sum eykaútgerð. Tað vísir førararelevant data sum litgrafikk upp á forrútin beinleiðis í tíni sjónarvídd og tryggjar eitt uppaftur betri yvirlit. Trygdin í fremsta rað Audi Q 2 er útgjørdur við umfatandi føraraassistentskipanum–undir hesum Audi pre sense front sum standard. Henda skipanin fevnir um funktiónir, ið staðfesta hættisligar støður, her aðrir bilar ella fólk til gongu fara inn fyri bilin, og elva–um neyðugt–til harða bremsing niður til steðg við lítlari ferð. Eisini tøkt: adaptivur ferðpilotur við Stop & Go-funktión, raðassistentur, koyribreytarskiftiassistenturin Audi side assist, koyribreytarassistenturin Audi active lane assist, vegaskeltisafturkenning umframt parkeringsassistentur og assistentur til tvørvegisferðslu aftanfyri. Altíð dagførdur Við MMI Navigation, er hin fasan í tí tøku infotainmentskipanini (surfing og streaming við tí mobilu eindini) longu veruleiki við Wi-Fi-hotspottinum í LTE/UMTS-modulinum. Flatrate-haldið, ið krevst til hetta, er við í tí integreraða SIM-kortinum, ið er sett í bilin. Fartelefonir við iOS- og Android-stýriskipanum verða integreraðar um Audi smartphone interface. Skarpari útsjónd Tað polygonala sniðið gevur sniðmálinum hjá Audi nýggjar fasettir. Motorlúkan er trídimensionell, og tann áttakantaða singleframe-kølaraverjan situr høgt uppi. Tað gevur gronini á Q 2 eitt skilligt SUV-look. |
Annað ættarlið av Audi Q 3 er komið. Latin í tað markanta sniðmálið hjá Audi, er SUV’ urin meiri modernaður, sjálvvissur og fleksibul enn nakrantíð fyrr. Og sama um tú skalt í business ella gaman, ert tú væl á veg í Audi Q 3. Tí við teimum intelligentu assistentskipanunum og víðfevndu infotainmentskipanini hjá Audi bíðar mangt hugaligt eftir tær ímeðan. Fyll tær gerandisdagin við Audi Q 3 og fylg við lívinum. Styrki og sjón Tann maskulina gronin á tí nýggja Audi Q 3 er myndað av singlerammuni í oktagonsniði og teimum stóru síðuluftinntøkunum. Átta lodrættar lamellir býta kølaraverjuna upp við tær markantu rammurnar og lata SUV-dámin hjá bilinum vísa seg. Tann symmetriski grafikkurin á baklyktunum er eitt hæddarpunkt, tá ið tú sært bilin frá síðuni. Herðalinjan knýtir tær saman í formi og syrgir við miklum vøddum yvir hjólkassunum fyri eini atletiskari heildarfatan. Umhvarvini vísa til quattro-ílegurnar og fáa SUV’ in til at sýnast uppaftur breiðari. Harumframt strika skermvíðkararnir í kontrastliti undir offroad-útsjóndina. Stuðlaðir av einum longum takkantspoilara, sum eisini flankerar síðurnar á bakrútinum, geva tær nógv bendu D-stólpunum eisini linjuføringini ein dám av eini trongd til at koma frameftir. Eitt rúmligt og variabult plásskonsept Við síni stødd positionerar tann nýggi Audi Q 3 seg ovarliga í segmentinum fyri kompaktar SUV’ ar: Sum eyðkent fyri hetta segmentið er sera lætt hjá tær at koma inn, og tú hevur gott yvirlit, men samstundis situr tú eisini væl og rætt. Tí er rattið sett samsvarandi bratt. Setrini eru at fáa sum eykaútgerð við elektriskari stilling. Tann langa akslafrástøðan á bilinum gevur gott pláss til knø, høvd og albogar. Ein annar veruligur fyrimunur við bilinum er tað sera variabla rúmuppbýtið, sum er standard: Baksetrið kann flytast eftir longdini, og hallið á tí tríbýtta ryggleninum kann stillast í sjey trin. Treytað av hvussu baksetrið og rygglenini eru stillað tekur bagasjurúmið upp í 675 l. Við ryggleninum frameftir er tað upp í 1.525 l. Í sambandi við advanced key, ið fæst sum eykaútgerð, kann bakklaffurin latast upp við eini fótrørslu. Intelligent uppkoblaður og heildigitalur Familju-SUV’ urin hevur eitt heilt digitalt handfaringar- og vísikonsept: Hann er sum standard útgjørdur við MMI-radio og einum digitalum kombiinstrumenti upp á 10,25”, ið kann stillast um multifunktiónsrattið. Í sambandi við MMI Navigation plus, ið er toppútgerðin til bilin, fylgir eisini ein 10,1” touchscreen við, og tann natúrliga ræddarstýringin ger alt lætt at brúka. Vísingarnar verða vístar í tí 10,25” stóra Audi virtual cockpittinum, ið fæst sum eykaútgerð, og tað gevur føraranum øll data sum t. d. MMI-funktiónir, ferð og snúningstøl beinleiðis í sjónarvíddina. Vísingin kann konfigurerast sum tær tørvar. Bang & Olufsen Premium Sound System (eykaútgerð) gevur tær eina heilt serliga ljóðuppliving. Koyridynamikkurin í bilinum skapar kvikleika bæði on- og offroad Mannereringardugnaligur í býnum, kvikur á landsvegnum, makligur á motorvegnum–botnurin á tí nýggja Audi Q 3 hevur eginleikar, ið fevna víða. Soleiðis parerar tann nýggi SUV’ urin–eisini takkað veri tí longru akslafrástøðuni–ójavnar, sum teir koma. Sum tilval kann karakteristikkurin hjá tí nýggja Audi Q 3 broytast um koyridynamikkskipanina Audi drive select alt eftir koyristøðuna, vegstandin ella tínum egna ynski. Hann hevur seks profilar–frá reint komfortabul ella við serligum fokus á effektivitet til burturav sportsligur. Tá ið hann er aktiveraður við at trýsta á ein knøtt, heldur avkoyringarassistententurin (eykaútgerð) tí frammanundan settu ferðini í brekkum. Støddin á aluminiumsfelgunum gongur treytað av konfiguratiónini uttan úr 17” ella 18” og heilt upp í 20” við felgu frá Audi Sport GmbH. Komfort og trygd Audi Q 3 hevur alla ta bestu útgerðina, tá ið tað ræður um assistentskipanir. Tann adaptivi koyriassistenturin, ið sum eykaútgerð fæst saman við S tronic, er eitt hæddarpunkt. Hann integrerar funktiónirnar í tí adaptiva ferðpilotinum, raðassistentinum og koyribreytarføringsassistentinum og stuðlar føraranum í sambandi við longdar- og tvørføringina, sum økir komfortina, serliga á longum túrum. Progressiv ljóstøkni Forlyktirnar á tí nýggja Audi Q 3 eru smalar og eru keyluformaðar inneftir. Tær eru at fáa í trimum ymiskum variantum–allar við støði í LED-tøknini. Sum eykaútgerð kanst tú millum annað velja tær Audi matrix LED-forlyktir. Teirra burturav adaptiv ljósskiftið lýsir nógv betur á vegin og økir trygdina og komfortina. Haraftrat setir tað dynamiska blinkljósið eina striku undir ta progressivu ljóstøknina–eisini aftanfyri. |
Hvør Audi Q 4 e-tron er tann rætti fyri teg? Audi Q 4 35 e-tron Battaríorka í kWh: 55 (brutto), 52 (netto) Mesta avrik í kW: 125 Størsti snúningsmáttur í Nm: 310 Hægsta ferð í km/t: 160 Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 9 Eginvekt í kg: 1.965 Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.000 Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 334 km Orkubrúk (WLTP): 175 Wh/km Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 7,2 kW/upp á 100 kW Løðitíð við 7,2 kW (0-100%): uml. 7 tímar 30 min. Løðitíð við 100 kW (5-80%): uml. 38 min. Audi Q 4 40 e-tron Battaríorka í kWh: 82 (brutto), 77 (netto) Mesta avrik í kW: 150 Størsti snúningsmáttur í Nm: 310 Hægsta ferð í km/t: 160 Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 8,5 Eginvekt í kg: 2.125 Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.000 Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 509 km Orkubrúk (WLTP): 177 Wh/km Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 11 kW/upp á 125 kW Løðitíð við 11 kW (0-100%): uml. 7 tímar 30 min. Løðitíð við 125 kW (5-80%): uml. 38 min. Battaríorka í kWh: 82 (brutto), 77 (netto) Mesta avrik í kW: 220 Størsti snúningsmáttur í Nm: 460 Hægsta ferð í km/t: 180 Ferðøking 0-100 km/t í sek.: 6,2 Eginvekt í kg: 2.210 Loyvd viðfestisvekt í kg: 1.200 Koyristrekki við el (WLTP): Upp á 481 km Orkubrúk (WLTP): 183 Wh/km Løðiorka vendistreymur/javnstreymur: Upp á 11 kW/upp á 125 kW Løðitíð við 11 kW (0-100%): uml. 7 tímar 30 min. Løðitíð við 125 kW (5-80%): uml. 38 min. Letur upp sinnið. Víðkar sjónarringin. Virkisførur og sportsligur Tað progressiva interiørið í Audi Q 4 e-tron ber brá av tøkniligari nýmenning–og at vera sportsligt og virkisført. Tá hugt verður frameftir Greiða sniðgevingin á Q 4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær, tá talan er um elriknan mobilitet í framtíðini. Við einum týðiligum fronti og ímyndini av kraft aftan. Løðing á ein lættan hátt Við teirri mobilu og smidligu e-tron-løðiskipanini verður bilurin løddur har heima á ein lættan og lagaligan hátt. Allastaðni, har tað er ein stikkdós. Og skjótari løðing við sambærum ídnaðarstikkdósum. Meira av sportsligum koyrieginleikum Sportsbotnurin (eykaútgerð) við meira dynamiskari fjøður-stoytdoyvara-samanseting og lækking av botninum við 15 mm, gevur meira beinleiðis samband við farbreytina. Eitt bergtakandi sjóndareyðkenni Audi Q 4 e-tron er við útgerðarpakkanum‘ edition one’ ein bilur, sum bergtekur, longu meðan hann bara stendur stillur. Upplivið ljóð á ein nýggjan hátt Í Audi Q 4 e-tron verður SONOS-premiumsoundskipanin nýtt fyri fyrstu ferð. Tíggju sterkir hátalarar íroknað miðstaðarhátalara og subwoofer gevur eina stórfingna musikkuppliving. Tann framúrskarandi endurgávan av diskant- og basstónum og tað ljómmikla bassljóðið gevur eina serstaka, inniliga ljóðuppliving. Meira pláss til meira Sum ein sannur allrounder og familjubilur hevur Audi Q 4 e-tron eisini eina rúgvu av goymslumøguleikum–ikki minni enn 24,8 l íroknað handskarúmið. Viðførisrúmið í Audi Q 4 e-tron tekur 520 l av viðføri. Tá baksetrini verða løgd niður, kemur tað enntá upp á 1.490 l. Setið kós móti framtíðini Sportsleðurróðrið hevur touchflatar, har virkisøkini eisini hava ljós aftanfyri, so bilførarin sær teir virknu knøttarnar. Lítil hæddarmunur skilir knøttarnar sundur og ger tað lættari at finna teir, og tá bilførarin trýstir á ein knøtt, kemur eitt týðiligt, lítið afturvirkni. Ein nýggj áskoðan Við augmented-reality-head-up-skíggjanum (eykaútgerð) í Q 4 e-tron tekur Audi eitt týdningarmikið stig innan tøknina við skíggjum. Á hvør sínum einskilda støði–status- og augmented reality-støði–er tøknin før fyri at sýna týdningarmiklar upplýsngar á forrútinum. Kunning á ein nýskapandi hátt Í Audi Q 4 e-tron eru tænastu- og sýniseindirnar eisini ein partur av sniðgevingini hjá bilinum. Sum tað triðja tænastustøðið kanst tú nýta natúrligu raddarstýringina. MMI Navigation verður ein optisk uppliving við tænastunum og virkseminum frá‘ Audi connect.’ Meira persónligt rásarúm Sitistøðið á aðru seturrekkju er næstan 7 cm hægri enn frammanfyri, men allíkavæl er tað ríkiligt av loftshædd og knæplássi. Tann kompakti, elrikni SUV frá Audi er við sínum plássviðurskiftum ein fullkomin bilur og fylgisneyti á tínum feriutúrum. Reina sniðgevingin av Audi Q 4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær fyri elriknar bilar í framtíðini. Við tí týðiliga frontinum og ímyndini av kraft aftan hevur bilurin sera spennandi sniðgeving. Framúrskarandi profilmyndin og sveimandi taklinjan eru eyka íkast til spennandi sniðið á Audi Q 4 e-tron. Framtakshugað sniðgeving Audi Q 4 e-tron ber framtíðar mobilitet út á farbreytina. Fullkomiliga elrikin, livandi og fult nýtiligur í gerandisdegnum. Framtakshugað fyriskipan Val millum fýra koyriljóstekin um dagin, samansett við dynamiskari ljósuppseting, sýnir á undranarverdan hátt ljóstøknifrøði, sum røkkur langt inn í framtíðina. Highlight aftan á bilinum Við eini dynamiskari ljósuppseting er alt ljósbandið á stórfingnan hátt sum ein progressiv yvirlýsing. Sportsligur allur sum hann er Her snýr alt seg um eitt sportsligt fyribrigdi, nevniliga við 21” lættmetalfelgunum frá Audi Sport i 5-egað rotor-aero-design, svartar, blankpussaðar * . Tað eru sjálvandi eisini aðrar lokkandi felgur at fáa til Audi Q 4 e-tron. * Blankpussaðar, poleraðar ella partvís poleraðar lættmetalfelgur mugu ikki nýtast í kuldaveðri um veturin. Yvirflatan á felgunum hevur av framleiðsluávum ikki nóg góða verju móti tæring og kann fáa varandi skaða av vegsalti o. l. Alt fyri at fáa enn meira dynamikk Vegna‘ Audi drive select,’ sum er at fáa sum eykaútgerð, kanst tú við fimm ymiskum stillingum velja júst tað sereyðkennið við bilinum, sum tú vilt hava. Alt frá virkisføri til dynamikk. Á quattro-modellunum gevur tann standarduppsetta, progressiva stýringin møguleika fyri einum broytiligum skifti, sum er treytað av, hvussu róðrið verður snarað–umframt av eini servoskipan, sum er treytað av ferðini. |
Audi Q 7 er ein SUV, ið er útgjørdur við hópin av plássi og hákomfort Tann stóri SUV’ urin tulkar teir serligu sniðeginleikarnar frá Audi og Q-familjuni. Ein fleksibult sniðað singleframe við føstum karmi er tað sermerkta elementið í gronini á bilinum. Í LED- og Matrix LED-forlyktunum (eykaútgerð) skapar dagkoyriljósið ein ásýniligan ørvaformaðan grafikk. Teir vøddamiklu hjólkassarnir og herðalinjan taka felgurnar fram, og baklúkan randar D-stólparnar. Máttugur. Dynamiskur. Maskulinur Audi Q 7 er suverenur á vegnum. Ein fleksibult formaður singleframe dominerar gronina, og dagkoyriljósið skapar ein ásýniligan dupultan grafikk í forlyktunum. Baklúkan við LED-kombinatiónsbaglyktum sum standard kransa teir brøttu D-stólparnar. Innlegg við quattro-logo á síðuskjúrtunum niðast á bilinum. Síðuskjúrtini fylgja einum nýggjum lit- og tilfarskonsepti. Audi Q 7 er ein tann lættasti bilurin í segmentinum. Takkað veri lættvektkonstruktiónina hevur basismodellið framvegis eina eginvekt upp á minni enn tvey tons (uttan førara). Bara á karrossarínum eru spard 71 kg takkað veri tann innovativa multitilfarskonstruktiónin við nógvum aluminiumslutum. Sannførandi í øllum landslagi Hóast sína imponerandi stødd og ta rúmligu kabinuna upplivir førarin næstan bilin sum ein sportsligan limousine. Tann framúrskarandi koyrikomfortin kemst millum annað av teimum neyvu elektromekanisku stýrigreiðunum og vektminkingina á for- og bakakslinum. Audi Q 7 er makligur at koyra við á skjótum motorvegatúrum, fimur á ringdum landavegi og so er hann–takkað veri fýrahjólsstýring (eykaútgerð)–ekstremt kringur við mannerering, har tað er trongt. Tað verður supplerað av quattro-fýrahjólstrekki, einum skjótt skiftandi tiptronic-gearkassa og lítlari vekt, so tú hevur eina stabila koyriuppliving, sjálvt tá ið tú koyrir offroad. Við adaptivum air suspension verða hæddin á bilinum og stoytdoyving lagað eftir akslunum og lastini, og tað gevur eina skilliga dynamiskari koyring. Við Audi drive select aftrat fær førarin stillað botnskipaninar og koyrieginleikarnar frá sportsligum beinleiðis til tað komfortabla. Elegantur og luksuriøsur Interiørið í Audi Q 7 gevur eina ómetaliga kenslu av plássi, generøsiteti og mentaðari elegansu. Tann greiði arkitektururin og tað logiska handfaringarkonseptið virkar perfekt saman–allar kontaktir og tænastuelementini eru beint við hondina. Allir litir og alt tilfar í kabinuni eru vandaliga samskipað. Og tú fært uppaftur meira komfort, meðan tú koyrir, um tú velur tey individuellu kontursetrini við massasjufunktión. Leðurinntrekkið er perforerað, og førara- og passasersetrið kunnu kølast ella hitast við at trýsta á ein knøtt. Ambienteljósið (eykaútgerð) umfatar upplýst hurðarpanel og eyka konturljós á miðkonsollini, og tað gevur eina góða atmosferu í myrkrinum. Harumframt fremur tað sera lítla óljóðsstigið eina herliga atmosferu í kabinuni. Innovativt og intuitivt Handfaringarkonseptið í Audi Q 7 hevur hópin av hightech-tøkni: MMI all-in-touch-panelið við eini stórari touchpad ger handfaringina intuitiva og lætta. Audi virtual cockpit (eykaútgerð), ið er ein komplett digital instrumenteind við einum 12,3” display í høgari upploysing, kann næstan alt fyri eitt verða stillað akkurát soleiðis, sum tú vilt–antin við klassiskari vísing av speedometri og snúningsteljara sum stór rund instrument ella við eini progressivari, stórari vísing av t. d. navigatiónsskipanini, radio og miðlaleiðbeining. Head up-displayið (eykaútgerð) vísir tær týdningarmestu vísingarnar og leiðbeiningar frá assistentskipanunum og navigatiónsskipanini á forrútinum beinleiðis í sjónarvíddina hjá føraranum og gevur eyka koyrikomfort. Tað termiska kameraið til náttarsjónarassistentin økir koyritrygdina í myrkri–tað vísir persónar og størri livandi djór, ið verða skrásett beinleiðis í Audi virtual cockpit- og i head up-displayið. Við Bang & Olufsen-soundsystem við 3D-ljóði og Audi-teldlar sum mobilar undirhaldseindir til passerarnar á baksetrinum fáa øll í bilinum eina fjálga undirhaldsuppliving. Serstakliga fleksibult: bagasjurúmið Audi Q 7 hevur eitt stórt og sera fleksibult bagasjurúm. Tá ið øll sjey setrini verða brúkt, hevur bilurin eitt bagasjurúmpláss upp á 295 l. Versjónin við fimm setrum hevur eitt bagasjurúmpláss upp á upp til 890 l, og tá ið baksetursrygglenini eru klappað niður, fært tú atgongd til eitt bagasjurúmpláss upp á maks. 2.075 l. Elektriskur bakklappur er standardútgerð, og sum eykaútgerð fæst rørsluhandfaring í sambandi við komfortlykil, so at tað verður uppaftur lættari at lata upp og aftur. Audi Q 7 er tann rætti felagin til útferðir í frítíðini, og her er nóg mikið av plássi til bagasjuna hjá tær og allari familjuni takkað veri tað fleksibla plásskonseptið. Eitt optimalt tal á taskukrókum, festieygum, eini bagasjurúmábreiðing og eitt skilanet eru longu tøk í basisversjónini. Haraftrat fæst ein elektrisk bagasjurúmábreiðing, stoytdoyvaraverja úr rustfríum stáli, ein vendandi motta og ein skinnaraskipan við teleskopstong og festingarreim umframt variabul eygu–tað gevur eyka komfort og fleksibilitet. Imponerandi grafikkur: forlyktirnar LED- og Matrix-LED-forlyktirnar (eykaútgerð) ger saman við tí dynamiska blinkljósinum ljóstøknina til eitt visuelt vørumerki. Audi Matrix-LED-forlyktirnar, ið eru at fáa sum eykaútgerð, tryggjar, at vegurin verður ljóst og javnt upplýstur: Mótkoyrandi og frammanfyri koyrandi akfør verða skrásett innanfyri mark í skipanini, og ljósið verður soleiðis niðurblendað, at onnur øki millum og við síðuna av verða næstan fult upplýst. Eitt aktivt og dynamiskt ljósbýti fæst bæði við nær- og fjarljósi heilt uttan mekaniskar komponentar, men eisini við heilt einfalt at tendra og sløkkja individuell ljóssegment. Tað lýsir ikki bara betur á vegin, tað økir eisini trygdina og komfortina. Suverenur og fjølbroyttur Antin tað snýr seg um ein komfortablan forrætningstúr ella eina makliga útferð við familjuni–Audi Q 7 er altíð tann perfekti ferðafelagin. Við øllum møguligum kombinatiónum frá tí stóra úrvalinum og eykaútgerðini fær tað eleganta ambiente eitt framúrskarandi finish í premiumdygd–tað gevur uppaftur meira individualitet og komfort. |
Tann spildurnýggi ŠKODA SCALA verður tær trúfastur, sjálvt tá ið alt annað rundan um teg broytist. Óvanligur í sínum fjølbroytni og rúmligheit. Tú tekur tær lættliga av øllum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða. Haraftrat fert tú at elska tað stílfulla sniðið, tær toppmodernaðu sambindingingarnar og ítastu trygdina. Við SCALA hevur tú ein nútíðarbil í hádygd, ið hevur nógv meira at bjóðað enn eygað sær. Kabinan er vorðin kveikt av tí dynamiska sniðinum uttan. Hon kombinerar ta serligu ŠKODA-ergonomiina við einum kensluríkum sniði fult av elegantum strikum. Tú hevur mjúkt tilfar uttan um teg, tú hevur tann størsta skíggjan og hópin av plássi í allar ættir. Heilt viss Atlitið hjá SCALA við trygdini er eisini kveikt av bilum á hægri stigi. Bilurin er útgjørdur við hópin av framkomnum føraraassistentskipanum, upp í níggju airbags og eCall. |
Okkara endurskoðaða flaggskip, tann nýggi SUPERB, definerar aftur og aftur luksus. Hetta tølandi sniðaða og imponerandi rúmliga stjóramodellið komplimenterar lýtaleysa komfort og framkomnastu útgerðina við einastandandi verkligheit og Simply Clever-funktiónum, ið lætta tær um lívið hvønn einasta dag. Tú fært tann fullkomna statusbilin gerandisdag og ein rúmligan familjubil um vikuskiftið. |
Ein liðiligur SUV, ið lagar seg eftir tínum ynskjum Nýggi T-Cross er í allar mátar ein allroundari: Hann hugtekur ikki bara við sínum markanta og dynamiska sniði, men eisini við síni liðiligheit. Teir mongu sjálvsøkjandi møguleikarnir geva tær meira frælsi–til spontan ítriv, longri ferðir ella tann fjølbroytta gerandisdagin. Í allar mátar nakað serligt Nýggi T-Cross er líka fjølbroyttur sum tey menniskju, hann er bygdur til. Menniskju, ið ikki vilja læsa seg føst í nakað. Tí tey eru meira, vilja meira–og fáa meira. Lat teg tøla av einum bili, sum ikki kann setast í bás, og sum er nakað heilt serligt í øllum viðurskiftum. Júst sum tú. Eksteriør Hugtakandi øðrvísi. Undranarvert kul Eitt eyðsýnt estetiskt snið og ein duldur dámur av elegansu eyðkenna útsjóndina. Við T-Cross 1 st Edition fært tú ikki bara eina flotta útsjónd, tú prógvar eisini, at tú hevur ein frálíkan smakk. Interiør Líka fjølbroyttur sum tín persónligheit Hæddarpunktini í kabinuni umfata multifunktiónsleðurróður, passasersetur, ið kann leggjast niður, og baksetur, ið kunnu førkast og býtast sundur. 3D-prýðisíklæðið gevur eisini interiørinum ein dám av marglæti. |
Tann nýggi Tiguan vísir, hvat hann kann–kraftabetri, fleiri hentleikar og meira uppkoplaður enn nakrantíð. Skynsom tøkni gevur bilinum óvanligar eginleikar. Sum ein dynamiskur SUV kemur hann við eini allýsing av, hvat ið er møguligt yvirhøvur. Og nú eisini sum eHybrid. Snið Eksteriør Óvanlig útsjónd Tann nýggi Tiguan vísir, hvat tað vil siga alla tíðina at skula uppfinna seg sjálvan av nýggjum. Tað verður tað eisini lagdur dentur á við framsøknu sniðgevingini. Livandi umhvarvið–heilt frá kraftmikla støddarlutfallinum á dynamiska frontinum við nettu linjunum til sjónska herðapartin økir ansin fyri avgjørdu fyrimununum hjá bilinum: Nýskapandi megi, hann ber av øllum og hevur óvikiligt virkisføri. Tann nýggi Tiguan R-Line við R-Line-pakkanum“ Black Style” (eykaútgerð) vísir týðiliga sín óvanliga stíl: Kølaraverjan við úrvaldum R-Line-búmerki hevur eina tvílitta útsjónd við uttastu listunum í kromi og teir tveir innastu svartir, háskygdir. Teir svørtu spegilsknapparnir og rútalistarnir, umframt teir 90% tónaðu rútarnir aftast, seta eisini sín sermerkta dám á, uttan tó at vera ov eyðsýndir. Útstoytsrørini í trapezskapi, svørt háskygd, og tær svørtu 19” lættmetalfelgurnar“ Valencia,” passa perfekt. Sum eykaútgerð kanst tú eisini velja 20” lættmetalfelgurnar“ Suzuka” í svørtum ella“ Misano” í svørtum við glanspoleraðari flatu. Tað hevur eina livandi útsjónd við sær. Interiør Nýhugsan í kabinuni Rúmliga kabinan í tí nýggja Tiguan er sum gjørd fyri tey, sum vilja nakað nýskapandi. Vegna hugskygdu stýringshentleikarnar í føraraskipaða stýriklivanum kanst tú frá nú av miðsavna teg um tað, sum hevur týdning. Tað syrgir fleirvirkisrattið í leðri millum annað fyri–ella eisini Digital Cockpit við tí 10,25” (26 cm) stóra TFT-skerminum, sum er standardútgerð í Tiguan Elegance og Tiguan R-Line. Frá útgerðardeildini Life kunnu tú og tíni samferðarfólk seta tykkum á eyka maklig setur. LED-kabinuljósini frammanfyri og aftanfyri seta–saman við ambienteljósbúnaðinum * –ein sera hugnaligan dám á. * Standardútgerð til Tiguan Elegance og Tiguan R-Line; er at fáa sum eykaútgerð til Tiguan Life. Ljóssniðgevingin Ein langtíðarloysn: Snild ljós Tiguan er strálandi við sínum ljósum. Tað gera LED-baklyktirnar og IQ. LIGHT LED-Matrix-forlyktirnar (eykaútgerð) m. a. sítt til. Á Tiguan Elegance og Tiguan R-Line hava tær enntá bugaljós og í pakkanum við teimum nýggju baklyktunum eisini við teirri dynamisku fjarljóstænastuni: Treytað av koyriumstøðunum verða serstakir LED-partar til ljósbýti tendraðir ella sløktir á ein miðvísan hátt. Tað gevur ikki bara tær sjálvum eina róliga koyriuppliving, men eisini øllum, sum koyra framman fyri teg ella teimum, sum tú møtir. Ein annar sjónskur smálutur er integreraða, dynamiska blunkljósið, sum vísir rætningin við eini flótandi ljósrørslu. Ambienteljósini Hugnaljós: Tí tað eru ikki tveir dagar, sum eru líka Nú ber til at síggja tín Tiguan í einum nýggjum ljósi hvønn dag. Tú kanst hava eitt varisligt ljós í kabinuni við 30 ymiskum litum. Kaldir ella fjálgir litir, í stórbýi við nógvum ljósum ella um náttina á einum myrkum landavegi–tú kanst skapa eitt øðrvísi huglag, sum passar tær og tínum samferðarfólkum–alt eftir umstøðunum. Ambienteljósini eru standardútgerð í Tiguan Elegance og Tigan R-line og eru at fáa sum eykaútgerð til Tiguan Life. Felgur Tú hevur nakað gott í væntu: felguskráin til Tiguan Hvør dekk-felgu-samanseting, sum hevur við sær bestu útsjónd fyri tín Tiguan, er sjálvandi alt eftir, hvat tær dámar best. Hvat dámar tær t. d. 20” lættmetalfelguna“ Misano” (eykaútgerð) til Tiguan R-Line og Tiguan R-Line Black Style? Vit ivast ikki í, at tú velur tað, sum er rætt fyri teg. Hjálparskipanir Nýggi vegleiðarin Tann nýggi Tiguan hevur tøkni, sum ger, at túrurin hjá tær fram á mál verður makligari. Til hetta hoyrir eisini koyritænastan“ Travel Assist,” sum er at fáa sum eykaútgerð. Skipanin syrgir fyri–við einum trýsti á ein knøtt–at tú fært koyrihentleikar * á einum høgum støði, har tað hjálpir tær við einsháttaðum og troyttandi koyriumstøðum: Serliga á motorvegi og breiðum landavegi kann Travel Assist syrgja fyri, at tú verður verandi á tíni koyribreyt og heldur ferðina, og samstundis ansar eftir frástøðuni til ferðandi framman fyri teg. Í samband við DSG-dupultkoplingsgirkassan kanst tú koyra róliga gjøgnum bíðirøðir og nógva ferðslu. * Innan tey skipaðu mørkini. Bilførarin skal altíð vera klárur at taka fult ræði uttanum hjálparskipanina og hevur sjálvsagt alla ábyrgd av koyringini. Virkar, um tú einki gert Í heilsuligari neyðstøðu kemur Emergency Assist * (eykaútgerð) upp í leikin, so skjótt sum skipanin ikki skrásetur nakað virksemi frá bilføraranum, og roynir at fáa bilføraran virknan aftur. * * Um tað ikki eydnast, steðgar skipanin bilinum á skynsaman hátt. Harvið er tað møguligt hjá skipanini at forða eini vanlukku. * Atkomiligt í samband við Travel Assist (eykaútgerð). * * Innan skipaðu mørkini. Koyrir við størri fyriliti enn nakrantíð áður Vegna neyðbremsutænastuna Front Assist við skráseting av fólki til gongu, kann tín Tiguan í samband við hættisligan samanstoyt við ein bil frammanfyri vera við til at minka um vanlukkuna ella í besta falli heilt forða vanlukkuni. * Skipanin kann skráseta fólk til gongu og bilar á vegnum frammanfyri og ávara bilføraran rættstundis. Um bilførarin einki ger í samband við vandan, setur skipanin eina neyðbremsing í gongd. * * Innan skipaðu mørkini. Forvirkin verndarskipan fyri ferðafólk Vernd frá øllum síðum Forvirkna verndarskipanin fyri ferðafólk verjir teg innan skipaðu mørkini í vandamiklum støðum, t. d. komandi samanstoytum. Skipanin skrásetur eina støðu við øktum vanda fyri vanlukku. Síðani koyrir skipanin sjálvvirkið bæði rútarnar og panoramavippu-/-skjótisóltakið aftur fyri at lætta um trýsti í kabinuni og spennir fyribyrgjandi tey fremstu trygdarbeltini. Tað er gott at vita, at hetta letur seg gera. Men tað besta er sjálvandi, um tú ongantíð fer at uppliva hetta. Radio og navigatión Navigatiónin Vísir veg Ljóðið í oyrunum. Farleiðin fyri framman. Við okkara tvinnandu navigatiónsskipanum (eykaútgerð) heldur tú kósina og verður samstundis væl undirhildin ávegis málinum. Ljóðskipanin Soleiðis hevur tú ongantíð hoyrt tónleikin fyrr Tann nýggja ljóðskipanin frá“ Harman Kardon” (eykaútgerð) bergtekur við sínum framkomna ljóði og einum snøggum og listafínum sniði. Fullkomið fyri fólki, ið dáma væl tónleik, sum ikki bara vilja hoyra tónleik meðan tey koyra, men sum gjarna vilja hava eina konsertuppliving. Tú fært høgar og djúpar tónar, sum javnviga og harumframt neyvar basstónar. Harman Kardon útvegar framúr gott ljóð í tínum Tiguan. |
Fyri meira enn 70 árum síðani var hann loysnin á vantandi flutningsmøguleikum. Í dag er Transporter 6.1 virknari enn nakrantíð áður. Við merkisverda høga vørurúminum, sera nógvum plássi og nýmótans føraraassistentskipanum tryggjar hann, at tú og tínir starvsfelagar koma út á arbeiðsplássið hvønn dag í øllum góðum. Serliga merkisverdur Førarahús 6.1 Tak tað bara róligt strævnar dagar Hvønn dag hevur tú ábyrgd av, at tilfar, vørur og tínir starvsfelagar koma trygt og gott á mál. Tessvegna tekur Transporter 6.1 sær av, at tú eisini hevur tað gott á túrinum. Ergonomiska førarahúsið, róðrið og førarasetrið, sum kunnu stillast, formstøðuga komfortpolstringin og tað nýskapaða instrumentpanelið gera koyringina so makliga sum gjørligt hjá tær. Framúrskarandi útsýnið allan vegin runt ger, at tú fært betur givið øllum gætur, har tú koyrir–eisini í býum við nógvari ferðslu og á óruddiligum arbeiðsplássum. Tá hann stendur parkeraður, er hann tín mobila skrivstova. Tøknifrøði 6.1 Yvirlit yvir øllum Loys arbeiðsuppgávuna á ein snildan hátt:‘ We Connect’ ger, at tú fært allar neyðugar upplýsingar–bæði viðvíkjandi arbeiði og privatum viðurskiftum. Kombiinstrumentið ger, at tú hevur yvirlit yvir alt, sum tú hevur brúk fyri. Tú kemur eisini trygt á mál, har tú skalt, við navigatiónsskipanini‘ Discover Media’ (‘ We Connect’,‘ Kombiinstrumentið’ og‘ Discover Media’ er eykaútgerð). Hentleikar á høgum støði 6.1 Njótið hentleikarnar Tað rúgvumikla og tann nógv økta standardútgerðin og henta eykaútgerðin geva eina makliga koyriuppliving. So fært tú eisini notið hvønn einasta arbeiðsdag róliga aftan fyri róðrið. Koyridynamikkur 6.1 Gevst ikki, hóast uppgávurnar eru truplar Nýmótans BlueMotion Technology-motortøknin í Transporter 6.1 bergtekur fólk við tí, hon er ment, við síni dráttarmegi og brennievnisnýtslu. Harumframt hevur fýrahjólsdrátturin 4 MOTION (eykaútgerð) og mekaniska differentialsperringin tað við sær, at tú klárar næstan allar uppgávur–og við dupultkoplingargearkassanum DSG enntá uttan at steðga dráttarmegini. Føraraassistentskipanir 6.1 Meira rólig koyring hvønn einasta dag Tá íð tú koyrir nógv, mást tú basa øllum veðri og øllum ferðslustøðum. Tá er tað gott, at tú ikki einsamallur skalt taka tær av øllum í Transporter 6.1. |
Ymiskar dagføringar eru gjørdar á heimasíðuni til inniverandi kappingarár, og í høvuðsheitum hevur tað við tað at gera, at vit nú mugu skráseta dómararnar sum trúgvir veita feløgunum eina ómetaliga stóra hjálp. Og so skuldi alt koyrt sum smurt. Rokniarkið til seriuinnskriving er eisini dagført, og hevur ein eyka teig til dómarar, sum skal fyllast út. Vit ynskja tykkum eitt gott kappingarár. |
Excel-skjalið til innskriving av serium er dagført í dag. Dómaralistin er dagførdur, og nú er eisini møguligt at prenta bæði úrslitasíðuna og dómaraseðilin beinleiðis til prentara. Um tit hava eina teldu og prentara við til dystirnar, sleppa tit undan at skriva við hond hereftir. Hetta vónandi til gleði fyri allar |
Mestur, sum á myndini, hevur Kristian Suni Høgnesen møguliga staðið og hugsa um leiklutin hjá sær og makkaranum, Sonnhardi Johannesen í oddastríðnum í føroyskum billard. Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag halda sostatt enn fast í oddasessinum, og hava teir higartil vunnið seg upp á 44 sig, sum er tvey fleiri enn fuglfirðingarnar, Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg. Á triðja plássi koma síðani klaksvíkingar, og á fjórða plássi eru havnarmenn á liðnum, HABI 1. Á teimum síðstu plássunum eru næstbestu liðini hjá fuglfirðingum og havnarmonnum. Bert tvey umfør eru eftir at spæla í landskappingini í 1. deild og spenningurin er avgjørt í hásæti. |
Eitt gott úrslit var eisini júst tað teir fingu. Tað endaði púra javnt millum teir bestu av Tvøroyri og úr Fuglafirði, 4-4. Við javnleikinum á Tvøroyri hálaðu Jákup og Jens Kjartan seg upp á 54 stig, seks fleiri enn Páll Heri og Max, sum undan ársins síðsta dysti sostatt høvdu 48 stig. Hetta kappingarárið hevur verið bæði tætt og spennandi allan vegin frá byrjan til enda, og bert nøkur eygu blivu munurin, tá alt kom til stykkis. Hóast kappingarárið í liðkappingini er avgreitt, so manglar enn FM kappingin fyri einstaklingar, sum verður hildin vikuskiftið 4.-5. mai á Tvøroyri. Allar deildir avgreiddar Í 2. deild var tað eisini eitt vinnandi lið úr Fuglafirði, og mín sann, um ikki tað var primus motor, the grand billard legend himself, Sofus Baldvinsson og makkari hansara Rúni Jacobsen sum struku avstað við fyrsta plássinum. Hetta bleiv alt avgreitt í finaluumfari á Tvøroyri í mars mánaða. Tvøramenn vunnu bronsuna, sum Danjal Olsen og Niels Petersen tryggjaðu teimum. Nú hava teir bert 6 stig upp til silvurmerkini og 8 upp til gullmerkini. Bert tvey umfør eru eftir at spæla í landskappingini í 1. deild og spenningurin er avgjørt í hásæti. 3. Deild er, sum áður greitt frá, skipað øðrvísi í ár. Ein bólkur spældi í Fuglafirði og ein í Klaksvík. Her spældu tvey lið á Tvøroyri seg víðari, umframt eitt úr Fuglafirði og eitt úr Klaksvík. Finaluumfarið verður spælt á Tvøroyri 24. mars, og verður tá byrjað við hálvfinalunum báðum. Nú helmingurin av kappingini í 1. deild er avgreidd kann staðfestast, at tað er sera javnt í oddastríðnum. Enn hevur BFF1 tó 6 stig niður til tvøramenn, men minnast má til, at tvøramenn hava ein dyst til góðar. Havnarmenn eru annars byrjaðir at røra uppá seg í oddastríðnum, og í kvøld hálaði HABI 1 seg upp um KLBF 1, og yvirtekur sostatt 3. plássið. Klaksvíkingar hava tó, eins og tvøramenn, ein dyst til góðar, og júst hesi bæði liðini møtast komandi vikuskifti á Tvøroyri. Árant lá undan vikuskiftinum aftastur á styrkislistanum, men gjørdi um vikuskiftið eitt ordans hál, og tað er stuttligt at síggja, at um teir bestu ikki ansa sær, so fáa teir oyruni í maskinuna. Flott Árant. Hetta vónandi til gleði fyri allar Ymiskar dagføringar eru gjørdar á heimasíðuni til inniverandi kappingarár, og í høvuðsheitum hevur tað við tað at gera, at vit nú mugu skráseta dómararnar sum trúgvir veita feløgunum eina ómetaliga stóra hjálp. Og so skuldi alt koyrt sum smurt. Rokniarkið til seriuinnskriving er eisini dagført, og hevur ein eyka teig til dómarar, sum skal fyllast út. Vit ynskja tykkum eitt gott kappingarár. 2018 verður eitt gott ár. Sonnhard Johannesen og Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag hava higartil vunnið sær 18 stig fyri 4 dystir, og liggja á odda í bestu billarddeildini. Men beint í hølunum á teimum eru fuglfirðingar og tvøramenn, sum bæði hava spælt ein dyst færri enn oddaliðið. Vinna tvøramenninar, Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen dystin sum teir hava til góðar, so kunnu eisini teir yvirhála klaksvíkingar. Men munurin verður í besta føri minimalur, og er spenningurin sostatt í hæddini nú fjórða av tíggju umførum er við at vera avgreitt. Í 2. deild eru tað somu feløg sum kappast heilt frammi í oddinum. Makkari hansara er ungi og envaríki Rúni Jacobsen. Á triðja plássi eru tvøramenninar, Eyðun Gullok Svalbard, Bjarni Thomsen og Tórður Holm (substituttur). Í 3. deild er torført at taka dagar millum hvørjir spæla seg í A bólkin og B bólkin, eftir innleiðandi bólkaspælið. Gundur Johansen, Hans Olaf Hentze, Carl Bech og Rói Einarsson spæla í seinnu kappingarhálvu í B bólkinum. Við ørandi tølum hevur hann fyribils lagt seg á odda millum einstaklingarnar, og formurin hjá makkara hansara, Jens Kjartani Feilberg er eisini sera góður. Hesir verða at meta sum favorittar til at endurvinna meistaraheitið, men kappingin er hørð í oddinum, og fleiri kunnu taka stig frá teimum. Nógvir leikarar eru tættir, og fleiri vísa, at teir eru væl og virðiliga klárir til stigið upp í 1. deild. Spennandi verður at fylgja gongdini í vetur. 3. deildarleikararnar eru eisini byrjaðir, og spennandi verður eisini at fylgja teimum, nú kappingin á fyrsta sinni er skipað sum bólkaspæl og síðani endaspæl. Kappingin í 3. Deild verður skipað eitt sindur øðrvísi í ár. Tað eru átta lið meldaði til, harav heili fýra eru av Tvøroyri. Praktiskt fóru vit at fáa trupulleikar við at avgreiða teir mongu dystirnar, so tað bleiv valt at umskipa kappingina til innleiðandi bólkaspøl, Norður og Suður, og síðani í endaspøl, A og B. Tvey tey bestu liðini í innleiðandi bólkunum sleppa at spæla í bólki A í endaspælinum og hini sleppa at spæla í endabólki B. |
Den altid optimistiske koala Buster Moon og hans stjernespækkede musicaltrup er i gang med forberedelserne til deres mest ekstravagante show nogensinde. Der er bare et problem. De skal forsøge at overtale verdens mest afsondrede rockstjerne Clay Calloway til at medvirke. Buster har gjort New Moon teatret til en kæmpe succes, men han har større ambitioner. Han vil sætte et nyt show op på Crystal Tower teatret i den glamourøse by Redshore City. Prinsesse Diana (Kristen Stewart) er på vej til endnu en juleferie med den royale familie på Sandringham Gods. Hun ved, at ægteskabet med Charles er ved at falde fra hinanden. Han ses ofte med Camilla Parker-Bowles, og Diana er tvunget til at spille den perfekte hustru. Hun er fanget i en umulig rolle og ønsker kun at beskytte sine sønner, Harry og William. Alle kender den stramme royale julerutine med store middage, fasanjagt og ligegyldig snak. Diana ken...” House of Gucci” er inspireret af den chokerende sande historie om familieimperiet bag det italienske modehus Gucci. Med tre årtiers kærlighed, forræderi, dekadence, hævn og i sidste ende mord ser vi, hvad et navn betyder, hvad det er værd og hvor langt en familie vil gå for kontrol. Vi følger familieimperiet fra tiden, hvor alt stadig er glamourøst, frem til den skandaløse retssag, hvor Patrizia Reggiani bliver idømt 26 års fængsel for at planlægge drab... |
Hvønn mikudag sýnir Havnar Bio, undir heitinum Filmsfelagið, nýggjar filmar, sum eru listaliga áhugaverdir, men tó ofta ókendir. Úti í heimi verður hetta slagið av filmum onkuntíð nevnt arthouse filmur. Sjálvandi er ymiskt, hvat ein biografgangari og ein annar halda verða listaliga áhugavert og viðkomandi, men Havnar Bio roynir, við átakinum Filmsfelagið, við eini miðsøkjandi leið, sum annan vegin savnar áskoðarar og hin vegin gevur atgongd til film, sum ikki verður settur á vanligu skránna. Havnar Bio heitti á Birgir Kruse, sum var formaður í gamla Filmsfelagnum, og Ole Wich, sum var nevndarlimur, at sleppa at brúka heitið og at velja filmar við ráðgeving frá filmsáhugaðum. Upprunaliga felagið varð stovnað í okkara hølum, Havnar Bio, í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felagið sovnaði í 1975. Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum. Tey, ið stjórna Filmsfelagið í dag eru: Birgir Kruse, Ole Wich og Rannvá Jónsdóttir. Nú er Filmsfelagið endurstovnað í samráð við táverandi nevnd undir sama heiti og tí einfalda endamáli at vísa listaliga viðkomandi filmar í Havnar Bio. Filmarnir verða sýndir mikudagar. Skráin hjá Filmsfelagnum verður kunngjørd í góðari tíð á Facebooksíðuni hjá felagnum, og á hesi heimasíðu, eins og galdandi er fyri allar aðrar filmar í Havnar Bio. Pólska Agnieszka Holland (f. 1948) er millum fremstu filmsleikstjórar í Evropa. Í nýggjasta filminum,” Charlatan”, byggir hon á lívssøguna hjá kekkiska læknanum Jan Mikolášek (1889-1973). Sum homoøpatur verður hann við sjáldsamum innliti í lekjandi plantur, kendur fyri at lekja milliónir av sjúklingum í Evropa. Tá kríggið nærkast vilja bæði nazistar og kommunistar fáa ræði á sjáldsama læknanum og hansara væl lýdda virksemi. Hóast hann er giftur við eini kvinnu, livir Mikolášek, ið gevur filminum heitið” Charlatan”, eisini eitt loyniligt lív saman við manninum, sum í læknayrkinum er hansara hjálpari í einum og øllum. ” Charlatan” er kosin kekkiskt Oscarumboð og var við í kappingini um European Film Awards sum besti filmur í Evropa. De uskyldige FILMSFELAGIÐ: MIKUKVØLDIÐ 08. Desember KL 20: 00 (Eskil Vogt, Noreg 2021 135 min) Eskil Vogt (f. 1974) er millum mest eksperimenterandi norsku leikstjórar beint nú. Hann hevur fyrr gjørt virðislønta filmin” Blind”, og skriva handritini til filmarnar” Thelma” og” Verdens verste menneske”, helst teir týdningarmestu í nýggjari norskari filmssøgu. Nýggjasti filmur, Eskil Vogt hevur leikstjórnað, ber heitið” De uskyldige” og er eitt slag av ræðufilmi, sum tú aldri fyrr hevur sæð. Á ein hátt er hetta ein barnafilmur, tí leikstjórin førir okkum inn í ta javnfjaru verð, har leikstjórin vil vísa okkum á, at børn spæla og sýna eitt hugflog, sum vit vaksnu hava ilt við at skilja. Í filminum eru fýra børn, sum eru sjey til tólv ára gomul. Tey spæla væl saman, men so verður spælið so ónatúrligt og óhugnaligt, at vit skakast, men tó vilja síggja, hvussu hesin ófrættakendi leikur endar. ” De uskyldige” var vístur í Cannes í skránni Un Certain Regard. Filmsfelagið: Mikukvøldið 15. Desember kl. 20: 00 (Ninja Thyberg, Svøríki 2021 109 min) Eksplisitti og harðkókaði filmurin,” Pleasure”, er hin fyrsti hjá svenska leikstjóranum Nina Thyberg (f. 1984) Bella (Sofia Kappel) kemur til USA við 25 tatoveringum, piercaðum bróstvørtum og einum brennandi ynski um at gera mun í filmsídnaðinum. Tá 19 ára gamla framfýsna gentan verður spurd í tollinum, um hon er komin til Amerika” for business or pleasure” ivast hon eina løtu. Í lívinum hjá Bellu, sum hevur fingið særpornonavnið Bella Cherry, er bert ein hárfínur munur á business og” pleasure”. Bella byrjar á botninum, býr saman við ófantaligum fólki í einum lítlum kollektivi, og arbeiður seg miðvíst upp gjøgnum allan pornoídnaðin. Saman við búfeløgunum, varnast hon, at vegurin til evstu pornostjørnurnar er lagdur við ómenniskjansligum royndum. Bella tekur seg longur upp í ídnaðinum og verður ein stjørna, sum øll vilja hava. Hon fær arbeiði hjá high-end-pornoagentinum Mark Spiegler, sum í filminum spælir seg sjálvan. Bella verður ein "Spiegler Girl", sum í stórum bilum fer til veitslur í svimjihylum, er við í filmum, sum verða gjørdir á Los Angeles-slottum og lærir seg øll tey hardcore tricks, sum vinnan krevur. Bella er ein sterk kvinna, sum tó eisini er rættuliga góðtrúgvin. Hon heldur, at hon kann laga korruptu amerikansku pornofilmsskipanina soleiðis, at alt kann stýrast og ganga eftir hennara tørvi og áhuga. Til endans má hon gera upp við seg sjálva, um hon vil gjalda prísin at gerast stjørna. ” Pleasure” er ein eksplisittur filmur um markleysa kostnaðin at vera ungur kvinnuligur kroppur” in the business of pleasure”. Í 2013 vann Ninja Thyberg Canal + Award fyri ein stuttfilm við sama navni, sum hesi filmur” Pleasure”. |
Tað minkar um trýstið í kioskini, at flestu longu hava ognað sær atgongumerki, áðrenn filmurin byrjar. Hetta ger tað eisini lættari at halda skránna, og byrja sýningina til tíðina. Tað kemur ov ofta fyri, at góð pláss, ið eru avløgd ikki verða heintað, ella at ein bílegging minkar við fleiri plássum, tí man heldur bað um fleiri pláss enn neyðugt, um nú onkur eyka kom við. Tá tað næstan er fullur salur, so hava vit "leysgivið" øll avløgd atgongumerki 1/2 tíma áðrenn sýningin byrjar. Tá kemur fyri at fólk, ið hava avlagt, og koma sera seint, kunna gerast ill inn á okkara starvsfólk, tí teirra atgongumerki er selt. Av hesum orsøkum eru vit farin til, at øll atgongumerki verða keypt á netinum ella í Havnar Bio. Vónandi skilja tit avgerðina. Eg havi keypt atgongumerkið, men fái ikki komið. Kann eg fáa atgongumerkið endurgoldið? Ja, tað kanst tú. Einasta tú skalt gera er at ringja til okkum á tlf 311956 30 hálvan tíma áðenn sýningin byrjar. Vit strika síðan títt atgongumerki, og leggja tær ein tilgóðarseðil at heinta í Havnar Bio. Hevur tú keypt, sum partur av einum størri bólki, er eisini møguleiki at fáa títt atgongumerki endurgoldið. Eg havi eitt gávukort til Havnar Bio. Kann tað nýtast á netinum? Ja, øll okkara nýggju gávukort kunna nýtast á netinum. Tá tú kemur til vindeygað at rinda, trýstir tú á‘ indløs gavekort’ og skrivar nummarið, sum stendur á tínum gávukorti inn í teigin. Hvat geri eg, um eg havi eitt av teimum gomlu gávukortunum, sum ikki kann nýtast á netinum? Í hesum føri kanst tú keypa atgongumerkið á vanligan hátt, og taka gávukortið við til sýningina, so endurgjalda vit tær upphæddina. Tú kanst eisini nýta gávukortið til kioskvørur, tá tú kemur, og um tað loypir peningur av, so fært tú eitt av teimum nýggju gávukortunum við restupphæddini. Skal eg enn koma hálvan tíma, áðrenn sýningin byrjar? Nei. Tú hevur longu keypt títt atgongumerki. Tú skalt bara møta upp til tíðina, so skanna vit atgongumerkið, sum tú hevur móttikið frá skipanini. Ætlar tú at keypa tær poppkorn, sovadatn og bomm, er gott hugskot at møta fyrr, soleiðis at øll sleppa ígøgnum og filmurin kann byrja til tíðina. Skal mítt atgonguerki býtast um við eitt fysiskt atgongumerki frá kioskini? Nei, tú hevur móttikið eitt atgongumerki við t-posti, tá tú keypti á netinum. Tann QR kotan er góð nokk. Kann eg enn keypa atgongumerki inni í Havnar Bio? Ja, tú ert vælkomin at keypa atgongumerki í Havnar Bio innanfyri okkara upplatingartíðir. |
Hygg undir skrá, hvørjir filmar eru at velja í millum, og vel hvønn film tit ynskja at síggja. Tykkara filmur má vera liðugur, tá ið okkara vanliga skrá byrjar. Er skráin ikki løgd enn, kanst tú hyggja undir komandi filmar, og síggja hvørjir filmar hava frumframsýning áðrenn tykkara dato. Vanliga leggja vit skránna út 1 viku fram. Skriva til okkara á messenger, og í felag finna vit eina loysn. |
Keypt atgongumerki kunnu endurrindast til gávukort frá Havnar Bio. Tað er umráðandi, at tit boða frá 30 min áðrenn filmurin byrjar við at ringja til okkum á tlf. 311956. Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri atgongumerkið, tá sýningin er byrjað ella hevur verði. |
Vangin er ein tænastuportalur, har... |
Í morgin týsdagin 27. november verða Samleikin og Vangin alment tikin í nýtslu. Ílegusavnið er ein av tænastuveitarunum á Vanganum. Allir Føroyingar, sum hava livað og búgva í Føroyum i dag eru skrásettir í Ættarbandsskránni. Tað hevur eisini borið til at skráseta fólk, sum eru fødd í 1100 talinum og tilsamans eru 149.000 fólk skrásett. Nógv spennandi er at finna í skránni, millum annað eru so at siga øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 3.474 eftirkomarar. Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar o. a. Ættarbandsskráin er tíverri ikki rættlisin, og tí kunnu feilir og manglar koma fyri. Tað ber til at koma við rættingum til Ættarbandsskránna. Rættingar skulu fráboðast umvegis fráboðanarskipan inni á ættartrænum, sum er gjørd til endamálið. Allar fráboðanir krevja skjalprógv og Tjóðskjalasavnið tekur sær av fráboðanum. Kravdar kennifílur kunnu ikki veljast frá í okkara skipan. |
Omanfyri 100 fólk luttóku á Ráðstevnuni um Genomgransking, sum vit skipaðu fyri saman við Heilsu- og innlensismálaráðnum. Serfrøðingar á genomøkinum úr Norra, Danmark og Føroyum luttóku við áhugaverdum fyrilestrum, sum kunnu vera við til at menna granskingina í Føroyum. Les meira Hendan heimasíðan brúkar kennifílur fyri at gera tína brúkarauppliving so góða sum gjørligt, meðan tú ferðast á heimasíðuni. Kennifílur, sum eru bólkaðar sum kravdar, verða goymdar á tínum kaga og skulu tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon eigur. Kravdar kennifílur kunnu ikki veljast frá í okkara skipan. |
Harafturat kemur ein opinleiki á heilt nýggjum støði við felags portalinum Vangin, har hvør einstakur kann síggja upplýsingar um seg sjálvan. Sjey stovnar eru við í sjálvari byrjanini til hetta nýbrot. Hetta, at vit lætta almikið um samskiftið, er fyrra helvt av nýbrotinum. Eisini fært tú atgongd til títt ættartræ heilt aftur til 1600 talið. Týdningarmikið er at undirstrika, at hóast tú bara skalt inn á eina síðu–Vangan–at finna tínar upplýsingar, merkir hetta ikki, at upplýsingar verða samkoyrdar ímillum stovnar ella savnaðir allir á einum stað. Vit sjey stovnar, sum frá í dag eru at finna á Vanganum, eru ernir av at vera við til hetta lopið, vit saman við Talgildu Føroyum gera í dag, og síggja fram til at bjóða øllum føroyingum at royna hesa kollveltandi tænastubetring. oktober 2020 Akstovan, Almannaverkið, Ílegusavnið, Studni, TAKS, Tórshavnar Kommuna og Umhvørvisstovan Hendan heimasíðan brúkar kennifílur fyri at gera tína brúkarauppliving so góða sum gjørligt, meðan tú ferðast á heimasíðuni. Kennifílur, sum eru bólkaðar sum kravdar, verða goymdar á tínum kaga og skulu tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon eigur. Kravdar kennifílur kunnu ikki veljast frá í okkara skipan. |
Tørvur er á lítlari blóðroynd ella spýttroynd. Kontrolpersónar verða annars ikki spurdir um sjúku yvirhøvur. Til ber at melda seg til eina ella báðar verkætlanirnar. Ring á 30 47 00 ella skriva til biobank @ biobank. fo–síðani frættir tú aftur. |
Nógvar góðar... Ein sonn kollvelting innan almenna tænastu byrjar í dag, tá føroyingar á fyrsta sinni sleppa at brúka talgilda samleika sín. Við Samleikanum hevur tú eyðmerking, innritan og undirskrift savnað saman á telefonini. Tíðin fer frá undirskriftum á pappír og skannaðum... Vangin er... Elisabeth Thomsen fer at lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum Tann 1. september fer Elisabet Thomsen, MSc í lívfrøði, í gongd við eina verkætlan innan bróstkrabba. Endamálið við verkætlanini er at finna og lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum... Í dag hevur Elisabet Thomsen vart sína serritgerð og kann nú kalla seg Master of Science í Bioinformatik. Hon hevur lisið á DTU og skrivað sína serritgerð í samstarvið við Ílegusavnið, har hon hevur arbeitt við FarGen dátum. Ólavur Mortensen, Phd lesandi hjá FarGen,... Seinasta árið hevur verið arbeitt við verkætlanini“ Nútímansgerð av eldri kanning fyri psoriasis”. Talan er um verkætlan hjá Føroya Psoriasisfelag, stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. Verkætlanin er framd í tøttum samstarvi við Ílegusavnið, har verkætlanarleiðarin Anna... Ílegusavnið hevur gjørt av at knýta seg upp í Talgildu Føroyar. Hetta merkir, at Ílegusavnið er ein av tænastuveitarunum, sum eru við á Vanganum. Vangin er ein tænastuportalur, har borgaratænastur í fyrsta umfari hjá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar. Harvið... Stuðul til bróstkrabbaverkætlan Noomi O. Gregersen, ph. d og verkætlanarleiðari í FarGen hevur fingið játta kr. 840.000 til verkætlan. Stuðulin skal brúkast til at eyðmerkja ílegur, sum kunnu elva til bróstkrabba í Føroyum, og kanna sambandið hjá hesum ílegum við... Játtan til Covid-19 verkætlan Noomi O. Gregersen, ph. d. og verkætlanarleiðari í FarGen, hevur fingið stuðul til verkætlanina "Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá Covid-19 smittuni?" Stuðulin er á kr. 497.081. Kliniskur ábyrgdarhavi er... |
Skrásetingar-nr. Sp/f 7010 Sp/f Globus Bemanning u. tvingsilsavtøku, 110 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Sp/f Globus Bemanning í konkurs Stjóri: Farin frá sum likvidator: Birita Sandberg Samuelsen, adv. , Jekaragøta 10 Postrúm 258 FO-110 Tórshavn Átekning: Felagið er tann 26.11. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. Sp/f 6488 Sp/f Útilív u. tvingsilsavtøku, 110 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Sp/f Útilív í konkurs Stjórn: Farin frá sum likvidator: Eyðbjørn Larsen adv. , Jekaragøta 10 Postboks 258 FO-110 Tórshavn 110 Átekning: Felagið er tann 26.11. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. 7857 Navn: P/F Thor Management Adressa: Bryggjan 5 420 Hósvík Kommuna: Sunda Stovningardato: 01.12. 2021 Viðtøkudato: 01.12. 2021 Stovnarar: Nevnd: Per Lund Gulklett, 205 Falcon Works, E 3 4 RT London, (nevndarformaður) Stjórn: Hans Andrias Frímann Kelduberg, Ovaragøta 56, 188 Hoyvík, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum saman við einum nevndarlimi ella tveimum nevndarlimum. Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu, skiparakstur, reka fasta ogn, gera íløgur í onnur feløg, handil og annað starv í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.12. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7858 Navn: ÍVF Pes Adressa: Tjarnalág 18 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 01.12. 2021 Viðtøkudato: 01.12. 2021 Stovnarar: Eyð Trondesen, Tjarnalág 18, 100 Tórshavn Stjóri: Eyð Trondesen, Tjarnalág 18, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 100,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við keyp, sølu, útleigan av útgerð, klæðum, leikum o. ø. Og veita tænastur og gera íløgur, umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.12. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7859 Navn: Sp/f PP Holding Adressa: Korndalsvegur 1 470 Eiði Kommuna: Eiðis Stovningardato: 29.11. 2021 Viðtøkudato: 29.11. 2021 Stovnarar: Sompong Klongklaew, Amtsvejen 21, 7200 Grindsted Stjórn: Precious Berja Poulsen, Korndalsvegur 1, 470 Eiði, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum ella av einum av stjórunum um fleiri stjórar eru Endamál: Endamál felagsins er at eiga ognarpartar og partapening í øðrum feløgum ella felagsskapum av ymsum slag umframt at eiga og reka fastogn. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 29.11. 2021-31.12. 2022 |
Skrásetingar-nr. 7839 Navn: Sp/f Dalsá Adressa: Bakkavegur 60 350 Vestmanna Kommuna: Vestmanna Stovningardato: 14.11. 2021 Viðtøkudato: 14.11. 2021 Stovnarar: Stjórn: Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi innan handil ídnað og annað virksemi í tí sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 14.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7840 Navn: Sp/f 08.11. 2021 Holding Adressa: Garðsgøta 4 160 Argir Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 09.11. 2021 Viðtøkudato: 09.11. 2021 Stovnarar: Sølvar Michelsen, Garðsgøta 4, 160 Argir Stjórn: Sølvar Michelsen, Garðsgøta 4, 160 Argir, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Endamál: Endamál felagsins er at eiga kapitalar í øðrum kapitalfeløgum og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 09.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 6045 Sp/f Góð Tænasta & Handverk u. tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 19.10. 2021 Skrásetingar-nr. ÍVF 7333 ÍVF FÁ 77 u. tvingsilsavtøku, 110 Tórshavn Navn: Nýtt navn: ÍVF FÁ 77 í konkurs Átekning: Felagið er tann 12.11. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. 7837 Navn: ÍVF PJS Marine Adressa: Lágarvegur 6 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 10.11. 2021 Viðtøkudato: 10.11. 2021 Stovnarar: Petur Juul Samuelsen, Lágarvegur 6, 100 Tórshavn Stjóri: Petur Juul Samuelsen, Lágarvegur 6, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum ella av einum av stjórunum um fleiri stjórar eru Endamál: Endamál felagsins er at veita tænastuvirksemi innan frálandavinnuna umframt at eiga virðisbrøv, at reka og eiga fastogn og at vinna pening av ymsum slag. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 10.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7841 Navn: Sp/f OMP Adressa: c/o Frúutrøð 4 Postrúm 6 110 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 16.11. 2021 Viðtøkudato: 16.11. 2021 Stovnarar: Stjórn: Grannskoðari: P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at eiga og reka fasta ogn og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 16.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 3031 Sp/f Olaf Haldansen, 350 Vestmanna Viðtøkur broyttar: 16.11. 2021 Navn: Nýtt navn: Sp/f Suðrihans Stjórn: Innkomin sum stjóri: Jartvard Herbjørn Kjærbæk, Leitisvegur 14, 350 Vestmanna Farin frá sum stjóri: Olaf Arne Denhard Haldansen, Gerðisvegur 1, 350 Vestmanna Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og handverk og annað starv í hesum sambandi. Skrásetingar-nr. 7843 Navn: Sp/f HAGU Adressa: á Tungu 10 386 Bøur Kommuna: Sørvágs Stovningardato: 11.11. 2021 Viðtøkudato: 11.11. 2021 Stovnarar: Halla Jarlgun Gullfoss, á Tungu 10, 386 Bøur Stjórn: Halla Jarlgun Gullfoss, á Tungu 10, 386 Bøur, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 50.000,00 í øðrum virðum til kurs 3.652 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at gera íløgur í partabrøv, gera íløgur í fastogn, útleigan og annað virksemi í Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 11.11. 2021-31.12. 2021 Skrásetingar-nr. Sp/f 6812 Sp/f Føroya Gólv og Betongsaging, 660 Søldarfjørður Viðtøkur broyttar: 05.11. 2021 Tekningarreglur: Felagið verður verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er betong- og byggiarbeiði, tænastuvinna, virðisbrævaíløga, umframt annað virksemi í samband við nevnda rakstur Skrásetingar-nr. Sp/f 6185 Sp/f 12.06. 2020, 110 Tórshavn Kloyvingarlýsing: Skráseting Føroya hevur móttikið upplýsing um at avgerð er tikin um niðanfyristandandi Ogn og skuld er flutt til P/F nr. 4802, P/F Dvøljan Skrásetingar-nr. P/F 4802 P/F Dvøljan, 110 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 16.11. 2021 Partapeningur: Hækking við kr. 171.529,00 til kr. 4.171.529,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 171.529,00 til kurs 513,535 inngoldið í samband við kloyving. Ogn og skuld er flutt frá Sp/f nr. 6185, Sp/f 12.06. 2020 Skrásetingar-nr. Sp/f 3324 Sp/f Ásur, 520 Leirvík Navn: Nýtt navn: Sp/f Ásur í likvidatión Kommuna: Nýggj kommuna: Tórshavnar Stjórn: Innkomin sum likvidator: Jónfinn Thomsen, Bøgøta 16, Postrúm 164, 110 Tórshavn Farin frá sum stjóri: Jósleiv Joensen, Samognarbøur 19, 520 Leirvík Átekning: Felagið er tann 17.11. 2021 farið í sjálvbodna likvidatión Likvidatiónsfráboðan: Kravánarar felagsins verða bidnir um innan 3 mánaðar frá í dag, at fráboða krøv síni til Likvidator |
Skrásetingar-nr. 7794 Navn: ÍVF Fesco Adressa: Landavegur 94, 3.10 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 15.09. 2021 Viðtøkudato: 15.09. 2021 Stovnarar: Ári Jakobsen, Landavegur 94, 3.10, 100 Tórshavn Stjóri: Ári Jakobsen, Landavegur 94, 3.10, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at veita tænastur innan útleigan av ognum og arbeiðskraft, umframt at eiga og reka fasta ogn og gera íløgur í parta- og virðisbrøv. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 15.09. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 7176 Sp/f 14. januar 2021, 650 Toftir Navn: Nýtt navn: Sp/f 14. januar 2021 í likvidatión Farin frá sum stjóri: Eyðbjørn Hansen, Høganesvegur 29, 650 Toftir Átekning: Felagið er tann 15.09. 2021 farið í sjálvbodna likvidatión Likvidatiónsfráboðan: Kravánarar felagsins verða bidnir um innan 3 mánaðar frá í dag, at fráboða krøv síni til Likvidator Skrásetingar-nr. Sp/f 696 Sp/f Eldhús, 210 Sandur Viðtøkur broyttar: 09.09. 2021 Nevnd: Farin úr nevndini: Sølvi Hentzar Mortensen, Miðgøta 11, 210 Sandur (nevndarlimur) Carl Johan Petersen, Heimasandsvegur 52, 210 Sandur (nevndarformaður) Stjórn: Farin frá sum stjóri: Carl Johan Petersen, Heimasandsvegur 52, 210 Sandur Innkomin sum stjóri: Jan Mortensen, Geilartún 10, 100 Tórshavn Innkomin sum stjóri: Margret Elisabeth Mortensen, Varðabú 1, 100 Tórshavn Tekningarreglur: Felagið verður teknað av báðum stjórunum saman. Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk, íðnað og allan handil bæði innan heilsølu og smásølu og annað virksemi í hesum sambandi Skrásetingar-nr. 7796 Navn: Sp/f 20. september 2021 Kommuna: Runavíkar Stovningardato: 21.09. 2021 Viðtøkudato: 21.09. 2021 Stovnarar: Stjórn: Ásfinnur Sigvardsen, undir Brekku 1, 600 Saltangará, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at eiga partapening í øðrum feløgum, handil og annað virksemi í hesum Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 21.09. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7797 Navn: ÍVF JLR Adressa: Djúpagilsvegur 12 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 22.09. 2021 Viðtøkudato: 22.09. 2021 Stovnarar: Stjóri: Jóhannes Liasson Rasmussen, Djúpagilsvegur 12, 188 Hoyvík, (stjóri) Kapitalur: kr. 100,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 100,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at veita tænastur innan handverk, handil, bókhald, ráðgeving, íløguvirksemi umframt annað yrki í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 22.09. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 2760 Sp/f J. O. Langgaard, 600 Saltangará Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 23.09. 2021 Strikingarorsøk: Felagið er strikað sambært § 216 í Vinnufelagslógini Skrásetingar-nr. 7795 Navn: Sp/f Prisma Holding Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 20.09. 2021 Viðtøkudato: 20.09. 2021 Stovnarar: Stjórn: Hans Poulsen, Garðsvegur 17, 380 Sørvágur, (stjóri) Partapeningur: kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 100.000,00 í øðrum virðum til kurs 247 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at gera kapital- og virðisbrævaíløgur. Eiga og umsita onnur feløg. Veita KT-, og ráðgevingartænastur. Umframt handil- og umboðanarvirksemi. Eiga, umsita og útleiga ognir og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 20.09. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Í/F 5470 Í/F Sjótrygd u. tvingsilsavtøku, 110 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Í/F Sjótrygd Daglig leiðsla Farin frá sum ábyrgdarhavandi: Føroya Skiftirættur, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn Innkomin sum stjóri: Sjúrður Guðjónsson, Undir Gráasteini 31, 100 Tórshavn Innkomin sum stjóri: Lassi Borðoy, Marinargøta 14, 188 Hoyvík Rætting: Felagið er av misgáum sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku Skrásetingar-nr. Í/F 5470 Í/F Sjótrygd, 110 Tórshavn Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 23.09. 2021 Strikingarorsøk: Felagið er strikað sambært § 12, stk. 1 nr. 3 í Vinnufyritøkulógini Skrásetingar-nr. 7799 Navn: Sp/f Aksturlæra Adressa: Sámalsgøta 2 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 14.09. 2021 Viðtøkudato: 14.09. 2021 Stovnarar: Árni Ragnar Meinhard Andreasen, Sámalsgøta 2, 100 Tórshavn Stjórn: Árni Ragnar Meinhard Andreasen, Sámalsgøta 2, 100 Tórshavn, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við teori og koyrifrálæru, umframt annað virksemi í hesum Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 14.09. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7800 Navn: ÍVF Grønur Flutningur Kommuna: Runavíkar Stovningardato: 22.09. 2021 Viðtøkudato: 22.09. 2021 Hjánøvn: ÍVF Grøn Vørukoyring (ÍVF Grønur Flutningur), ÍVF Grønir bilar (ÍVF Grønur Flutningur), ÍVF Grønt útlát (ÍVF Grønur Flutningur) Stovnarar: Sp/f 5857, Sp/f Málarameistarin Signar á Fríðufløtum, undir Brekku 3, 600 Saltangará Stjóri: Jógvan Martin Hansen, undir Brekku 3, 600 Saltangará, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi innan vøruflutning, umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 22.09. 2021-31.12. 2022 |
Viðtøkur broyttar: 08.10. 2021 Roknskaparár: Nýtt roknskaparár: 01.08 til 31.07 Fyrsta roknskaparár: 07-10-2021 til 31-07-2022 Skrásetingar-nr. 7811 Navn: Sp/f J. E. Holding Adressa: Karlamagnusarbreyt 42 0.4 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 01.10. 2021 Viðtøkudato: 01.10. 2021 Stovnarar: Stjórn: Jan Elmar Garð Sørensen, Karlamagnusarbreyt 42 0.4, 188 Hoyvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at eiga kapitalpartar í øðrum kapitalfeløgum og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. P/F 2082 P/F Andreas í Vágsbotni í likvidatión, 110 Tórshavn Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 12.10. 2021 Skrásetingar-nr. Sp/f 6673, Sp/f MM Tours í konkurs, 100 Tórshavn. Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 12.10. 2021 ÍVF 170274, 110 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 05.10. 2021 Navn: Nýtt navn: ÍVF GÓÐ TÍÐINDI Kommuna: Nýggj kommuna: Porkeris Stjóri Innkomin sum stjóri: John í Skemmuni, Bakkafløttur 11, 950 Porkeri Farin frá sum stjóri: Einar Vang, Baraldsgøta 17, 100 Tórshavn Endamál: Endamál felagsins er at útgeva bøkur og annan lesnað á føroyskum máli umframt annað virksemi í hesum Skrásetingar-nr. 7813 Navn: ÍVF S & S Adressa: Gundadalsvegur 11 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 15.10. 2021 Viðtøkudato: 15.10. 2021 Hjánøvn: ÍVF Bókhald við Selmu Olsen (ÍVF S & S), ÍVF Sunt ískoyti (ÍVF S & S), ÍVF Vitamin (ÍVF S & S) Stovnarar: Sjúrður Olsen, Gundadalsvegur 11, 100 Tórshavn Selma Olsen, Gundadalsvegur 11, 100 Tórshavn Stjóri: Sjúrður Olsen, Gundadalsvegur 11, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 2.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 2.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamal felagsins er at reka virksemi við sølu, bókhaldi, handil og øðrum tænastum umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 15.10. 2021-31.12. 2022 |
Skrásetingar-nr. Sp/f 5039 Sp/f Festing, 410 Kollafjørður Nevnd: Innkomin í nevndina: Róbert Aron Róbertsson, Lálandi 12, 108 Reykjavík, Ísland (nevndarformaður) Farin úr nevndini: Jónas Guðbjørnsson, Barðastrønd 170, 170 Seltjarnanes, Ísland (nevndarformaður) Skrásetingar-nr. P/F 293 P/F Poul Michelsen, 110 Tórshavn Proklamalýsing: Viðtikið at lækka partapeningin tann 29.04. 2021 við kr. 116.000.000,00 harav kr. 83.000 til kurs 3.162,0553 og kr. 33.000 til kurs 6.166 til annulatión av egnum partabrøvum eftir at proklama er runnið. Kravánarar felagsins verða bidnir um innan 4 vikur frá í dag, Skrásetingar-nr. Sp/f 6300 Sp/f CNet í likvidatión, 100 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Sp/f CNet í konkurs Átekning: Felagið er tann 03.05. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. Sp/f 2574 Sp/f Bil Mini-Taxa 96, 100 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 15.04. 2021 Partapeningur: Hækking við kr. 5.000,00 til kr. 165.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 5.000,00 til kurs 600 Skrásetingar-nr. 7662 Navn: ÍVF Hvessa Adressa: Túnagøta 1 600 Saltangará Kommuna: Runavíkar Stovningardato: 23.04. 2021 Viðtøkudato: 23.04. 2021 Stovnarar: Tróndur Ellingsgaard, Østre Havnepark 9,5,-1, 9000 Aalborg Stjóri: Tróndur Ellingsgaard, Østre Havnepark 9,5,-1, 9000 Aalborg, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við ráðgeving og grafiskt arbeiði umframt annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 23.04. 2021-31.12. 2021 Skrásetingar-nr. 7668 Navn: Sp/f JO Verk Adressa: Høgibøur 12 520 Leirvík Kommuna: Lorvíkar Stovningardato: 01.05. 2021 Viðtøkudato: 01.05. 2021 Stovnarar: Janus Jóhanson Olsen, Høgibøur 12, 520 Leirvík Stjórn: Janus Jóhanson Olsen, Høgibøur 12, 520 Leirvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka ymiskt handverkaravirksemi, umframt handil og tænastur í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.07-30.06 Fyrsta roknskaparár: 01.05. 2021-30.06. 2022 Skrásetingar-nr. 7669 Navn: ÍVF 01.05. 21 Adressa: Bjarnoyarvegur 6 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 01.05. 2021 Viðtøkudato: 01.05. 2021 Stovnarar: Ivan Skorheim, Bjarnoyarvegur 6, 100 Tórshavn Stjóri: Ivan Skorheim, Bjarnoyarvegur 6, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við ymiskum tænastum fyri virkir umframt annað starv í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.05. 2021-31.12. 2021 Skrásetingar-nr. Sp/f 5191 Sp/f Fysioterapistovan, 610 Saltangará Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 07.05. 2021 Strikingarorsøk: Felagið er strikað sambært § 216 í Vinnufelagslógini |
Skrásetingar-nr. 7814 Navn: ÍVF Gulenni FD 961 Adressa: Dalabøur 12 480 Skáli Kommuna: Runavíkar Stovningardato: 13.10. 2021 Viðtøkudato: 13.10. 2021 Stovnarar: Haldin Johannesen, Dalabøur 12, 480 Skáli Stjóri: Haldin Johannesen, Dalabøur 12, 480 Skáli, (stjóri) Kapitalur: kr. 1.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu og annað starv í hesum sambandi Roknskaparár: 01.07-30.06 Fyrsta roknskaparár: 13.10. 2021-30.06. 2022 Skrásetingar-nr. 7815 Navn: Sp/f TG 18 Adressa: Tórugøta 18 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 11.10. 2021 Viðtøkudato: 11.10. 2021 Stovnarar: Katrin Hofgaard Sørensen, Tórugøta 18, 100 Tórshavn Stjórn: Katrin Hofgaard Sørensen, Tórugøta 18, 100 Tórshavn, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av tveimum stjórum saman Endamál: Endamál felagsins er at eiga og leiga út fasta ogn, handil og annað starv í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 11.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7816 Navn: Sp/f MIA hárfríðkan Adressa: Stangaskákið 11 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Stovningardato: 18.10. 2021 Viðtøkudato: 18.10. 2021 Hjánøvn: Sp/f Rák og Noor (Sp/f MIA hárfríðkan) Stovnarar: Maria Staksá á Tjaldrafløtti, Stangaskákið 11, 700 Klaksvík Stjórn: Maria Staksá á Tjaldrafløtti, Stangaskákið 11, 700 Klaksvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka hárfríðkanar virksemi, umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 18.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7812 Navn: ÍVF Mensendieck Online Adressa: Trapputún 1 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 01.10. 2021 Viðtøkudato: 01.10. 2021 Stovnarar: Malan Thomsen, Trapputún 1, 100 Tórshavn Jóannes Huusgaard á Fløtti, Støðlagøta 12, 160 Argir Stjóri: Malan Thomsen, Trapputún 1, 100 Tórshavn, (stjóri) Jóannes Huusgaard á Fløtti, Støðlagøta 12, 160 Argir, (stjóri) Kapitalur: kr. 500,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av tveimum stjórum Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi hjá Mensendieck online, ein pallur, har møguleiki er at tekna mánaðarhald til mensendieck fimleik. Venjingarnar, sum er kropsburðarrættandi, verða vístar á video við nágreiniligari tekst- og talufrágreiðing Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.10. 2021-31.12. 2022 |
Skrásetingar-nr. Sp/f 7329 Sp/f Heim Við u. tvingsilsavtøku, 700 Klaksvík Viðtøkur broyttar: 25.10. 2021 Navn: Nýtt navn: Sp/f Heim Við Partapeningur: Hækking við kr. 1.000,00 til kr. 51.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1.000,00 til kurs 2.100 Stjórn: Innkomin sum stjóri: Martin Waag Jensen, á Brekku 47, 700 Klaksvík Farin frá sum ábyrgdarhavandi: Føroya Skiftirættur, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum UPPAFTURTØKA: Felagið er tann 26.10. 2021 afturkallað úr skiftirættinum. Skrásetingar-nr. P/F 2463 P/F Snældan, 490 Strendur Proklamalýsing: Viðtikið at lækka partapeningin tann 25.10. 2021 við kr. 2.350.000,00 til kurs 100 til útgjaldingar eftir at proklama er runnið. Kravánarar felagsins verða bidnir um innan 4 vikur frá í dag, at fráboða krøv síni til felagið. Ognarar kunnu krevja neyðuga trygd fyri ófallin krøv og at fallin krøv verða goldin. Skrásetingar-nr. Sp/f 4571 Sp/f Suðursmíð í konkurs, 900 Vágur Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 27.10. 2021 Skrásetingar-nr. P/F 4477 P/F 6. september 2006 í konkurs, 110 Tórshavn Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 27.10. 2021 Skrásetingar-nr. Sp/f 6756 Sp/f Fetil, 380 Sørvágur Strikingardagf: Felagið er strikað úr partafelagsskránni 27.10. 2021 Strikingarorsøk: Felagið er strikað sambært § 216 í Vinnufelagslógini Skrásetingar-nr. ÍVF 7486 ÍVF Reiðaríðið Samfisk, 950 Porkeri Viðtøkur broyttar: 20.10. 2021 Navn: Nýtt navn: ÍVF BLUE TRITON Kommuna: Nýggj kommuna: Klaksvíkar Endamál: Endamál felagsins er at reka handil við ymiskum vørum og virka sum holding- og íløgufelag og annað virksemi í hesum samband Skrásetingar-nr. 7817 Navn: Sp/f Allan Simonsen Adressa: Stoksoyrarbakki 9 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Stovningardato: 27.10. 2021 Viðtøkudato: 27.10. 2021 Hjánøvn: Sp/f Allan (Sp/f Allan Simonsen) Stovnarar: Allan Simonsen, Stoksoyrarbakki 9, 700 Klaksvík Stjórn: Allan Simonsen, Stoksoyrarbakki 9, 700 Klaksvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at eiga kapitalpartar og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 27.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7818 Navn: ÍVF A-Smíð Adressa: Sundsvegur 65 740 Hvannasund Kommuna: Hvannasunds Stovningardato: 19.10. 2021 Viðtøkudato: 19.10. 2021 Stovnarar: Andras í Frammistovu, Sundsvegur 65, 740 Hvannasund Stjóri: Andras í Frammistovu, Sundsvegur 65, 740 Hvannasund, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við handverk, umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 19.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7819 Navn: ÍVF Manning. fo Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 28.10. 2021 Viðtøkudato: 28.10. 2021 Stovnarar: Jens Kristian á Brúgvaskifti, Guttormsgøta 3, 188 Hoyvík Stjóri: Jens Kristian á Brúgvaskifti, Guttormsgøta 3, 188 Hoyvík, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f Jørmann Petersen løggilt grannskoðanarvirki, Sivjugøta 1, 188 Hoyvík Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, íløgur í ognir og virðisbrøv og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 28.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7820 Navn: ÍVF ASH Adressa: Yviri við Strond 19 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 27.10. 2020 Viðtøkudato: 27.10. 2021 Stovnarar: Stjóri: Aðalstein Smári Hermansson, Yviri við Strond 19, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við reingerð og bilaútleiging umframt annað virksemi í hesum Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 27.10. 2021-31.12. 2022 |
Skrásetingar-nr. 7826 Navn: Sp/f í Stóragerði Adressa: Byrgisvegur 1 350 Vestmanna Kommuna: Vestmanna Stovningardato: 25.10. 2021 Viðtøkudato: 25.10. 2021 Stovnarar: Stjórn: Robert Andreasen, Byrgisvegur 1, 350 Vestmanna, (stjóri) Partapeningur: kr. 60.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 60.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at eiga og útleiga fastogn og reka handil og verkstað, keyp-, sølu og íløgur og annað starv í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 25.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7825 Navn: Sp/f Húsini Adressa: Tjarnalág 17 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 01.11. 2021 Viðtøkudato: 01.11. 2021 Stovnarar: Tórður Olsen, Fajansvägen 180, 23840 Oxie Stjórn: Grannskoðari: Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka handverk-, tænastu-, handilsvinnu. Umframt, umboðanar-, framleiðslu-, ídnaðar-, og fíggjarvirksemi. Kapital- og virðisbrævaíløgur. Eiga og umsita onnur feløg. Eiga, umsita og útleiga ognir og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.07-30.06 Fyrsta roknskaparár: 01.11. 2021-30.06. 2022 Skrásetingar-nr. 7827 Navn: ÍVF Ungi Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 02.11. 2021 Viðtøkudato: 02.11. 2021 Stovnarar: Stjóri: Kapitalur: kr. 5.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 5.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er útleigan, ráðgeving, handverk, íløgur, handil og annað í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 02.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7824 Navn: Sp/f m² Ognir Adressa: Karlamagnusarbreyt 42, 0.4 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 15.10. 2021 Viðtøkudato: 15.10. 2021 Stovnarar: Stjórn: Jan Elmar Garð Sørensen, Karlamagnusarbreyt 42 0.4, 188 Hoyvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at byggja, keypa, eiga og útleigan av fastogn, umframt annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 15.10. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. ÍVF 6452 ÍVF Við Neyst, 850 Hvalba Viðtøkur broyttar: 26.10. 2021 Navn: Nýtt navn: Sp/f Við Neyst Partapeningur: Hækking við kr. 47.000,00 til kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 47.000,00 við grunshækking Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu, herundir útleigan og annað virksemi í hesum sambandi Skrásetingar-nr. 7828 Navn: Sp/f PE Plast Adressa: Korndalsvegur 37 470 Eiði Kommuna: Eiðis Stovningardato: 01.11. 2021 Viðtøkudato: 01.11. 2021 Stovnarar: Jack Ellingsgaard Petersen, Korndalsvegur 37, 470 Eiði Stjórn: Jack Ellingsgaard Petersen, Korndalsvegur 37, 470 Eiði, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við framleiðslu og umvæling av lutum úr plasti, sveising og aðrar handverkstænastur, keyp og søla og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 4457 Sp/f Elisabeth, 900 Vágur Viðtøkur broyttar: 01.11. 2021 Navn: Nýtt navn: Sp/f Artifex Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Grannskoðari: Nýggjur grannskoðari: Sp/f Roknskaparfelagið, J. C. Svabosgøta 48, 100 Tórshavn Endamál: Endamál felagsins er at reka handverkarafyritøku innan timburvinnuna Skrásetingar-nr. 7829 Navn: Sp/f Bastian Adressa: í Vika 25 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 04.11. 2021 Viðtøkudato: 04.11. 2021 Stovnarar: Stjórn: Gunnar Osmundarson Justinussen, í Vika 25, 100 Tórshavn, (stjóri) Grannskoðari: Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at gera íløgur í virðisbrøv, handil og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 04.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7830 Navn: ÍVF Steinkross Adressa: Grannatún 12 600 Saltangará Kommuna: Runavíkar Stovningardato: 04.11. 2021 Viðtøkudato: 04.11. 2021 Stovnarar: Sámal Steinkross, Grannatún 12, 600 Saltangará Stjóri: Sámal Steinkross, Grannatún 12, 600 Saltangará, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og útleigan, herundir at eiga og umsita kapitalpartar í øðrum feløgum, fremja íløguvirksemi og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 04.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7831 Navn: Sp/f ABV Adressa: á Stórheyggi 2 176 Velbastaður Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 04.11. 2021 Viðtøkudato: 04.11. 2021 Stovnarar: Annfinn Brekkstein, á Stórheyggi 2, 176 Velbastaður Stjórn: Annfinn Brekkstein, á Stórheyggi 2, 176 Velbastaður, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við vinnuligum landbúnað, útleigan, ráðgeving, keyp, søla og bókhald umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 04.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7832 Navn: Sp/f Sensen Travel Adressa: Mykinesgøta 6 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 08.11. 2021 Viðtøkudato: 08.11. 2021 Stovnarar: ÍVF 7822, ÍVF BN Invest, á Kjalnesi 1, 410 Kollafjørður ÍVF 7821, ÍVF RBF Invest, við Mylnutjørn 58, 188 Hoyvík Stjórn: Brian Djurhuus Nielsen, á Kjalnesi 1, 410 Kollafjørður, (stjóri) Bergur Thomsen, við Mylnutjørn 58, 188 Hoyvík, (stjóri) Grannskoðari: Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsis er at veita tænastur innan ferðavinnu, umframt umboðanar, -handil, íløgu- og fíggjarvirksemi. Kapital og virðisbrævaíløgur. Eiga og umsita onnur feløg. Eiga, umsita og útleiga ognir og bilar og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 08.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 6350 Sp/f Alt Handverk u. tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Sp/f Alt Handverk í konkurs Farin frá sum ábyrgdarhavandi: Føroya Skiftirættur, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn Átekning: Felagið er tann 05.11. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. 7835 Navn: Sp/f 02.11. 2021 Adressa: Skræddaragøta 8 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 05.11. 2021 Viðtøkudato: 05.11. 2021 Stovnarar: Stjórn: Tóki Jákupsson Skeel Nolsøe, Skraddaragøta 8, 188 Hoyvík, (stjóri) Partapeningur: kr. 50.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at eiga, reka og leiga út fasta ogn, gera íløgur umframt at reka annað virksemi í Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 05.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. 7834 Navn: ÍVF Fredy Adressa: Eggjarvegur 20 520 Leirvík Kommuna: Eystur Stovningardato: 10.11. 2021 Viðtøkudato: 10.11. 2021 Stovnarar: Bogi Fredy Christiansen, Eggjarvegur 20, 520 Leirvík Stjóri: Bogi Fredy Christiansen, Eggjarvegur 20, 520 Leirvík, (stjóri) Kapitalur: kr. 10.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontanr kr. 10.000,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra Endamál: Endamál felagsins er at reka Net-handil og søluvirksemi av tænastuloysnum. Umframt umboða og fremja-, kapital- og virðisbrævaíløgur. Eiga og umsita onnur feløg. Eiga, umsita og útleiga ognir og annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.01-31.12 Fyrsta roknskaparár: 10.11. 2021-31.12. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 5898 Sp/f El Nino u. tvingsilsavtøku, 110 Tórshavn Navn: Nýtt navn: Sp/f El Nino í konkurs Átekning: Felagið er tann 10.11. 2021 farið í konkurs Skrásetingar-nr. 7836 Navn: ÍVF NorRag Adressa: Bjarnoyarvegur 19 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 08.11. 2021 Viðtøkudato: 08.11. 2021 Hjánøvn: ÍVF 08.11. 2021 (ÍVF NorRag), ÍVF HS-El (ÍVF NorRag), ÍVF HilRag (ÍVF NorRag), ÍVF Jassar (ÍVF NorRag), ÍVF TS-Hvs (ÍVF NorRag) Stovnarar: Hilmar Sveinbjørnsson, Bjarnoyarvegur 19, 100 Tórshavn Torvald Steimgrímsson, Hvarvið 12, 100 Tórshavn Stjóri: Torvald Steimgrímsson, Hvarvið 12, 100 Tórshavn, (stjóri) Kapitalur: kr. 1,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1,00 til kurs 100 Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi við keyp og sølu av fastogn, eiga og reka ogn, útleigan, umvælan av ogn og konsulentarbeiðið, umframt annað virksemi í hesum sambandi Roknskaparár: 01.04-31.03 Fyrsta roknskaparár: 08.11. 2021-31.03. 2022 Skrásetingar-nr. Sp/f 4358 Viðtøkur broyttar: 08.11. 2021 Navn: Nýtt navn: Sp/f A. P. Verkstaður Hjánøvn: Strikað hjánavn: Sp/f EL-Tøkni (Sp/f A. P. Verkstaður), Sp/f PaintBall. fo (Sp/f A. P. Verkstaður) Kommuna: Nýggj kommuna: Nes Grannskoðari: Nýggjur grannskoðari: Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Endamál: Endamál felagsins er at gera íløgur, at reka handil, ídnað og annað starv í hesum sambandi |
Her verður serliga hugsað um tann partin av føroyska vinnulívinum, sum í dag veruliga líður undir avleiðingunum av heimsfarsóttini. Ikki tí–vit hava tað gott í Føroyum. Merkja nærum ikki avmarkingar vegna koronasmittuna í sama mun sum øll onnur lond í heiminum, sum veruliga eru í neyð og seta ógvuslig tiltøk í verk í royndini at basa smittuútbreiðsluni. Eitt tilboð um at selja part av fyritøkuni til íleggingargrunnar, kann ikki kallast hjálp. Vandin fyri, at ein partur av til dømis matstovuvinnuni ikki hórar undan, er tí til staðar nú. Higartil hava tey klárað seg, men kreppustøðan, sum fyri tíggju mánaðum síðani varð søgd at varða í eitt hálvt ár ella gott og væl tað, sær ikki út til at fáa nakran enda. Og tað er tí, at tú, ið nú verður koppsettur, heldur enn at lata Kattens Værn, Folkekirkens Nødhjælp ella Red Barnet hjálpina, eigur at lata pengarnar til eina føroyska matstovu ella gistingarhús ístaðin. Tú fært eina góða máltíð ella náttarsvøvn í nývaskaðum songjarklæðum afturfyri. Matstovurnar eru ikki áhugaðar at brúka einasta kokkaskúla í landinum–tann í Klaksvík Svein í Heiðunum, góðskuleiðari hjá Smyril Line (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Øll tey, sum standa í kokkalæru á teimum betru matstovunum í Havn verða send til Danmarkar á skúla. (Mynd: Sverri Egholm) Og her kom fram, at matstovuvinnan ikki brúkar føroyska kokkaskúlan. Hvar senda tit tykkara kokka- og tænaralærlingar á skúla, varð spurt út í salin. -Til Danmarkar, Keypmannahavnar. Ein teirra, ið hevur eina meining um støðuna, er Svein í Heiðum, góðskuleiðari hjá Smyril Line og harvið eisini á hotellunum Hafnia og Brandan. -Eg haldi, at vit skuldu havt eina kokka- og tænaraútbúgving á Glasir ella í tilknýti til Glasir. Um útbúgvingin skal málrættast móti matstovuvinnuni, so hevði hon ligið best í høvuðsstaðnum, heldur Svein í Heiðum, tí tað er í Havn, at matstovurnar eru. Hetta hevði verið ein stór avbjóðing og góður lærdómur fyri bæði kokka- og tænaralærlingar, heldur Svein í Heiðum. Eisini heldur hann, at tað kundi verið gott til tess fyri at fáa nýggj fólk inn í yrkið, at útbúgvingin hevði verið í einum størri útbúgvingarumhvørvi. -Hvør veit, Føroya besti kokkur er kanska farin í timburlæru, og veit ikki av at hann átti at verið kokkur. Hetta varð staðfest hósdagin, tá 11 ymsar matstovur vórðu heiðraðar við serligum skreytblaði at hanga upp í matstovuni. Tað er Den danske Spiseguide, sum letur henda heiðurin. Og hetta merkir, at tær 11 matstovurnar, tær eru í Havn, umborð á Norrønu og Frammi við Gjónna, verða umrøddar í bókini við umleið 300 teimum bestu matstovunum í kongaríkinum. Vanliga verður skipað fyri einum galladøgurða á einari matstovu um heystið, men tað kundi ikki lata seg gera í ár. Tí var stig tikið til at skipa fyri einum serligum lítlum handanartiltaki á matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan seinnapartin í dag. Stigtakarar vóru Johan Mortensen og Gutti Winther saman við Svein í Heiðunum, tænastuleiðara hjá Smyril Line. Matstovan KatrinaChristiansen fekk henda heiðurin. Tvær stjørnur verða givnar fyri matstovur, ið veita eina avbjóðandi og spennandi uppliving við góðari tænastu og vegleiðing. Tvær stjørnur fingu: BarbaraFishhouse og Áarstova. Tríggjar stjørnur fekk The Tarv. Harafturat var matstovuleiðarin Wi Ounsa eisini kosin Ársins kjøt-sommelier 2020. Endiliga er tað Koks frammi við Gjónna, sum er í eisnum flokki fyri seg millum føroyskar matstovur. Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021 4 Leygardagur 30. Jan 2021 Komnir 100 metrar nærri Dali Arbeiðið at gera Dalstunnilin gongur væl, og næstan 100 metrar eru boraðir. Játtan røkkur til í summar, men tað ganga eini seks ár áðrenn tunnilin kemur út í Dali Nærum 100 metrar eru boraðir, og ferð er komin á arbeiðið. Væntandi eru 400 metrar boraðir tá vit nærkast summarinum. Ein 2,2 kilometrar langan tunnil, sum skal loysa vandamiklu farleiðina eftir Dalsvegnum av. Tað var stór gleði millum dalbingar á stóra degnum-nú fór nýggja farleiðin endiliga at koma. Men tað bleiv beinanvegin greitt, at tað gongur ein rúm tíð, áðrenn tvísporaði tunnilin verður klárur at taka í nýtslu. Í hesum førinum verða níggju milliónir játtaðar um ári, og borað verður so langt tað røkkur, og síðani verður farið í gongd aftur árið eftir, tá játtan er tøk aftur. Við núverandi játtan og gongur so væl, sum tað ger nú, klára vit 400 metrar um árið. Vóru 20 milliónir á játtanini árliga, so kláraði man 700 metrar, og hevði arbeitt alt árið, greiðir Fríðrik Heinesen frá. Tað er gott, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari. Hann samanber við Sandoyartunnilin, har teir arbeiða í tveimum vaktum og klára 50 metrar upp á eina viku. Í løtuni klárar tunnilstoymið í miðal eina spreinging um dagin, men miðað verður eftir at koma upp á hálva aðru spreinging í miðal. Hvør spreinging fer umleið fimm metrar inn. Fakta um Dalstunnilin • 2,2 km til longdar úr Húsavík til Dals • Fyrsta skot latið 5. november 2020 • Við núverandi játtan: 400 metrar um ári • Fer at taka hálvt sætta ár við núverandi játtan at bora til Dals Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021 5 Størv Starvsfólk at arbeiða í stuðulstoymi fyri børn í Vágum Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 30. Jan 2021 Skipan og strukturur vera lyklaorðini við Djúpumýru Stjórin Glenn Ståhl sigur, at hetta, saman við meira venjing við størri góðsku, skal eykenna nýggja akademiið, ið KÍ hevur stovnsett. Tað fer at kosta 1,5 millión árliga at reka Glenn Ståhl er akademistjóri. Hann legði milluma annað dent á, at skiftið frá ungdómsfótbólt til vaksnamannafótbólt skuldi ganga smidliga (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað er hósdagur 28. januar, og tað liggur nakað av kava á vøllin við Djúpumýru. Harvið hava teir altíð havt bert áleið fimm minuttir til "plenuna", har teir eiga eina rúgvu av tímum, har teir hava vant við ymsu ungdómsliðnum og fast seinastu seks árini við besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Jóannes Danielsen og Jóannes Bjartalíð fegnast saman við øðrum liðfeløgum í ótrúliga 6-1 sigrinum á Dinamo Tibilisi (Mynd: Sverri Egholm) Liðformaðurin Jákup B. Andrasen (nr. 8) eftir leiklok móti Tibilisi. Nummar 11, Jonn Johannessen, er trý og eitt hálvt ár yngri. Jóannes K. Danielsen varð í sínum triðja árið sum bakkur kosin ársins verjuleikari, og Jákup B. Andreasen tók fyrst ímóti steypinum sum liðformaður, og miðvallarovastin varð kosin besti ungi leikari í Føroyum. Saman eru hesir leikararnir, sum eisini hava gjørt um seg í evropeiskum brøgdum fyri KÍ og í landsliðsfótbólti seinnu árini, ein ímynd fyri hvat KÍ sum felag vil skapa av leikarum. (Mynd: Sverri Egholm) Malmö, AIK, FC Nordsjælland, FCK, FC Midtjylland og KÍ Ímeðan stjørnurnar í Klaksvík eru við bóltinum uttanfyri, verða ætlanirnar um at skapa tær næstu lagdar fram á loftinum á KÍ-høllini. -KÍ er eitt ógvuliga stórt, framsøkið og tillokkandi felag, og vit vilja halda fram at betra tað. Arbeiðshátturin ið vit fara at nýta í mun til at skipa venjingar hjá akademiinum minnir um tann, ið stórfeløg í Skandinavia nýta í ungdómsdeildunum: FC Nordsjælland, FCK, FC Midtjylland, Malmö FF og AIK. Og Eyðstein Poulsen, ið er starvsnevndarlimurin við ábyrgd av akademiinum, nevndi eisini FC Midtjylland. Skulu brynjast til lopið við góðum og røttum strukturi Tøl sum Norðlýsið fyri stuttum hevur gjørt upp vísa, at talið av leikarum í hópinum hjá besta mansliðnum hjá KÍ, sum eru uppvaksnir í felagnum, fyri tað mesta hevur verið lækkandi seinnu árini. Krøvini at spæla á einum oddaliði í Føroyum hækka alsamt, og arbeiðið á akademiinum verður sera týðandi fyri, um tað fer at eydnast KÍ at uppala framtíðar stjørnur. Hvussu skal hetta so skipast? Eisini fara eldru liðini at nýta tíð til video, og vit fara at arbeiða við lopinum frá ungdómsfótbólt til vaksnamannafótbólt, ið er ein avbjóðing. Her verður hátturin, ið vit arbeiða við, avgerðandi. So snýr tað seg eisini um at fáa meira venjing, sum so eisini skal vera við góðsku. Hann er í løtuni í dialogi við Skúlan á Skúlatrøð um samstarv viðvíkjandi fótbóltsvenjing, og hetta fer allarhelst eisini at vera partur av akademiinum. Tað skal vera ein reyður (bláur) tráður í arbeiðnum, varð eisini nevnt, og Glenn Ståhl segði, at tað er umráðandi, at "KÍ-úttrykkið" sum er kent, verður gjøgnumarbeitt. Í heyst sat ein bólkur og setti orð á nøkur eyðkenni í leikháttinum, ið skal eyðkenna øll liðini hjá KÍ, og síðani hevur tað verið arbeitt víðari við teimum, og orð hava verið sett á, hvussu tey skulu venjast og nær-í hvørjum aldri o. s. fr. Hann er eisini settur sum venjari hjá 1. deild hjá monnum, ið hevur eitt sera ungt lið og hoyrir undir akademiið. Harvið kemur at Oddur at hava ein stóran leiklut í menningini hjá leikarunum, ið møguliga standa á gáttini til besta liðið og fyri at fáa eina smidligari yvirgongd. Arbeitt verður í løtuni uppá at fáa fleiri venjarar-avdúkað varð hósdagin, at Eyðun Klakstein kemur inn tvær ferðir um vikuna. Frá U9 og niðureftir eitur tað barnafótbóltur, og har skal ein leiðari setast. Eyðstein segði eisini, at øll frá U11 og uppeftir fáa eitt venjingarsett frá felagnum. 7,5 milliónir settar av komandi árini Áðrenn tíðindafundin kom fram, at 1,5 milliónir krónur av peninginum, ið Betri liðið hjá monnum vann felagnum orsakað av evropeisku luttøkini í fjør, fer til akademiið. Akademiið fer at kosta KÍ áleið eina millión meira árliga enn ungdómsarbeiði gjørdi frammanundan, og harvið hevur felagið av álvara valt at gera eina íløgu í framtíðina. Spurningurin er so nær, og í hvussu stóran mun fruktirnar av íløgunum og arbeiðnum koma at síggjast. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021 7 Leygardagur 30. Jan 2021 Hálv millión meira til Taks til eftirlit av innsmugling Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent løgtinginum dagføring av tollógini, sum skal tryggja Taks betur amboð til eftirlit við innsmugling av rúsevnum Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent Løgtinginum eina dagføring av tolllógini, sum millum annað tryggjar tollarum fult elektroniskt innlit í ferðafólkalistar og upplýsingar, sum flutningsfeløgini hava um tann ferðandi. Hetta tryggjar, at viðgerðin av upplýsingum verður einsháttað og at til ber at fremja eina váðagreining í nóg góðari tíð til at tryggja eitt nøktandi fysiskt eftirlit, tá fólk koma til landið. Løgtingið hevur hækkað játtanina hjá TAKS til eftirlitið av innsmugling av rúsevnum við 500.000 krónum. Men tað hevur týdning fyri landsstýrismannin við fíggjarmálum at herða átøkini móti rúsevnissmugling, og tí er dagføringin av tolllógini bara fyrsta stigið:-Eg øtist sjálvsagt yvir vaksandi rúsevnistrupulleikan í Føroyum og nýggju framferðarhættirnar, sum síggjast í narkoumhvørvinum. Lógaruppskotið er gjørt í samstarvi við TAKS og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum. Dátueftirlitið lat inn hoyringarsvar, sum tey einastu, og viðmerkingarnar hjá Dátueftirlitinum eru tiknar til eftirtektar og rættaðar í lógaruppskotinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021 8 Leygardagur 30. Jan 2021 Gistingarnar fóru næstan niður í helvt í fjør Góðar 108.000 gistingarnætur vórðu seldar í 2020-hetta svarar til 55 prosent av 2019 Rættiligur yvirkapasitetur hevur verið í føroysku gistingarhúsvinnuni í ár, serliga eftir at nýggjastu hotellini vórðu tikin í brúk (Savnsmynd: Jens Kr. Nú tølini fyri gistingarnar í 2020 eru løgd saman, so kom talið av gistingum upp á 108.653 gistingar. Hetta svarar til 55 prosent av tí, sum selt varð í 2019. Hotellini og gistingarhúsini høvdu 94.940 gistingar, kampingplássini høvdu 5.479, 7.869 gistingar vóru í leigaðum íbúð ella húsum og 365 gistingar eru skrásettar sum ból og biti. Gistingarnar í 2020 lógu sostatt yvir 23.612 lægri enn í 2013. Tá hugt verður eftir hvør hevur keypt gistingarnar á hotellunum, so sæst, at tað eru flest danir, ið hava biðið um hotellsong í Føroyum í 2020. Hotellini og gistingarhúsini seldu 39.552 gistingar til danir og 33.496 gistingar til føroyingar. Sama er galdandi viðvíkjandi gistingunum á kampingplássum. Av 5.479 gistingum, vórðu tær 3.549 keyptar av føroyingum, vísa hagtølini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 9 Leygardagur 30. Jan 2021 Mugu gera alt fyri at basa kynsligum ágangi Allir stovnar og felagsskapir, sum eru um børn og ung, skulu krevja reina revsiváttan frá starvsfólkum og sjálvbodnum, heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur latið eitt uppskot inn um at seta í verk skipan við barnaváttanum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Altjóða kanningar vísa, at millum 10 og 25 prosent eru fyri kynsligum ágangi sum børn, og vit vita, at hetta eisini er ein umfatandi trupulleiki her á landi. Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um viðkomandi persónur er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Sum støðan er í dag áliggur tað ikki arbeiðsgevara, privat, kommunalt ella hjá landinum, at krevja barnaváttanir frá arbeiðstakara á t. d. námsfrøðiliga økinum. Í 2012 var uppskot til samtyktar, um at heimila fólki at biðja um barnaváttan, samtykt í Løgtinginum. Tá málið varð viðgjørt á tingi seinast, vóru fleiri hoyringspartar á fundi í rættarnevndini m. a. løgreglan, Barnaverndarstovan, Kris og Kriminalforsorgin. Flestu hoyringspartar vístu á, at tað er skilagott at seta í verk eina skipan við barnaváttanum, tó at onkur metti, at talan var um falska rættartrygd. Nevndin ásannaði í álitinum, at tað er greitt, at ein slík barnaváttan ikki kemur at forða fyri, at allur kynsligur ágangur heldur uppat, og at ein barnaváttan bert fer at vísa upplýsingar um kynsliga misnýtslu, sum viðkomandi er dømdur fyri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021 10 Leygardagur 30. Jan 2021 Umráðandi at forða fyri at rotta kemur til rottufríar oyggjar Undanfarna týsdag skipaði Umhvørvisstovan fyri fundi fyri allar kommunurnar í Sandoynni um fyribyrging og týning av rottu–Sandoy er ein av 11 rottufríum oyggjum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Týsdagin 19. januar skipaði Umhvørvisstovan fyri fundi fyri allar kommunurnar í Sandoynni um fyribyrging og týning av rottu. Fundurin, sum varð hildin í Virkinum á Sandi, var hin fyrsti í eini røð av fundum, sum Umhvørvisstovan ætlar at hava við allar kommunur í landinum. Endamálið við fundinum var at kunna kommunurnar um kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu og tær skyldur og uppgávur, sum eru álagdar kommununum og øðrum. Hetta er galdandi fyri heilsølur, sum senda farm, og tey, sum flyta farmin bæði loftvegis, sjóvegis ella koyrandi. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og eitur altíð vera í tunlinum. Allar kommunurnar í Sandoy hava nú bílagt útgerð til yvirvøku av rottu, og fellur og eitur, sum skal leggjast út, um boðað verður frá rottu, skrivar Umhvørvisstovan. Nøgdin fall úr 20.291 tonsum í 2019 niður í góð 9.435 tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking, svarandi til 53,5 prosent. Hetta vísa seinastu hagtølini frá Hagstovuni. Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjórðing úr 8.284 niður í 6.320 tons, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør í mun til 2019, 20.540 tons móti 18.855 tons í 2019. Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í 2019. Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama. Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11 prosent. Einki bendir á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum Privatar upptøkur, sum Dagur og vika hevur fingið fatur á (Mynd: Dagur og vika/KVF) SkrivaÐ: Sverri Egholm“ Sum sild í tunnu” vóru orðini sum vakthavandi á politistøðini í Havn segði sunnumorgunin, tá Portalurin ringdi at frætta okkurt úr døgnrapportini. Skeinkistøðini vóru á tremur, men í Luux, sum heldur til í Klubbagarðinum í Havn, avlýstu tey eina konsert við Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen, sum skuldi vera fríggjadagin. Orsøkin til avlýsingina var, at Luux ynskti at virða tilmælini. -Fyri tað fyrsta tilmæla vit eina frástøðu á tveir metrar, og vit mæla eisini til, at tað ikki eru fleiri enn 20 fólk savnað í óskipaðum bólkum, og har sær tað út til at vera óskipað, segði Michael Boolsen, fúti, tá Dagur og vika vísti honum upptøkur úr Tvøroyrar klubba. Men konsert ella ikki. Tá løgreglan sigur, at tað var stúgvandi fult av fólki í býnum, so eru eisini onnur skeinkistøð, sum ikki hava virt tilmælini upp á 20 fólk, sum nærum tykjast ógjørlig at fylgja, um ein rekur barrvirksemi. Blaðið The Orchadian hevði í vikuni grein um Eysturoyartunnilin, og hevði í hesum sambandi samrøðu við Angus MacNeil (SNP), sum er limur í bretska undirhúsinum, umboðandi Suðuroyggjar (Herbridurnar). Júst Angus MacNeill hevur í fleiri ár arbeitt við at betra um infrakervið til skotsku oyggjarnar, og í hesum stríðið hevur hann aftur og aftur víst á, hvussu føroyingar gera. -Hevði eg havt ein gandastav, so høvdu tunnilsmarkinurnar nú verið á veg til skotsku oyggjarnar, sigur Angus MacNeil. -Einhvør tunnilsboring av slíkum slagi hevði havt eina domino-ávirkan á skotsku oyggjasamfeløgini, sigur Angus MacNeil. Hann vísir á, at fólkatalið í Føroyum er økt úr 48.000 í 2007 til 53.000 nú. -Tað svarar til ein vøkstur á 16 prosent. Tað er svarið sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur givið Bjarna Hammer, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, sum hevur spurt um Suðuroyartunnilin. Bjarni Hammer vildi hava at vita hvat úrslitið av forkanningunum, sum vóru gjørdar í 2020, og hvat næsta stigið verður. -Seismiskar kanningar vórðu gjørdar í Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og Suðuroyarfirði. -Neyðugt er at kanna úrslitini betur og at greina úrslitini saman við úrslitunum frá jarðfrøðiligu kanningunum, sum verða gjørdar í 2021, sigur Jørgen Nclasen í svarinum. Hann sigur at næsta stig verður at gera fleiri seismiskar kanningar og borihol í ár. Løgtingið hevur fyri 2021 játtað fimm milliónir til forkanningar og fyrireikingarnar av Suðuroyartunlinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 16 Leygardagur 30. Jan 2021 Ongar ítøkiligar ætlanir á Gomlurætt Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir við havnini á Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin verður liðugur, sigur landsstýrismaðurin Í núverandi løtu eru tó ongar ítøkiligar ætlanir við havnini á Gomlurætt, men málið verður tikið upp politiskt, tá tunnilin er komin longur ávegis, sigur Jørgen Niclasen svari til grein 52 spurning frá Heðini Mortensen. -Í løtuni verður ein stórur partur av havnini á Gomlurætt nýttur í sambandi við gerð av Sandoyartunlinum. Harumframt verður havnin nýtt til parkering í sambandi við farleiðirnar hjá Strandfaraskip Landsins til Hest/Koltur/Skopun. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 17 Leygardagur 30. Jan 2021 Klárt at flyta inn í íbúðirnar á Norðoyri Hevur gingið skjótt at selja íbúðirnar-tær næstu verða klárar í mai SkrivaÐ: Tíðindaskriv Týsdagin fingu fyrstu íbúgvarnir lyklarnar til nýggju og snotuligu íbúðirnar á Norðoyri, sum Norðhús hevur latið bygt. Verkætlanin byrjaði fyri 12 mánaðum síðani, og longu nú kunnu fyrstu fólkini flyta inn, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús. -Hetta hevur verið spennandi og eisini eitt sindur øðrvísi. Fyrsti bygningurin hevur seks íbúðir, ið allar eru seldar, og stutt niðanfyri er longu full ferð komin á ein eins íbúðarbygning, ið eftir ætlan skal standa liðugur í mai í ár. Allar seks íbúðirnar í bygninginum niðanfyri eru eisini seldar, og stjórin upplýsir, at ein bygningur við trimum íbúðum skal eisini byggjast eitt sindur sunnanfyri, har bert ein íbúð er óseld í løtuni. Seinasti bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur hálvan oktober í ár. Íbúðirnar eru gjørdar orkusparandi við hitapumpu og eru eisini sera væl bjálvaðar. So skjótt kavin er burtur, verður farið undir at asfaltera og fáa ljósviðurskiftini uttanfyri liðug. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021 18 Leygardagur 30. Jan 2021 Tók bert tólv mánaðir at byggja Næsta stig hjá Norðhús er at fara undir at byggja fleiri íbúðir undir Fossum SkrivaÐ: Tað hevur gingið skjótt at bygt íbúðirnar á Norðoyri. Tí eri eg sjálvandi sera fegin um, at vit eftir tólv mánaðir kunnu fáa fyrstu íbúgvarnar inn í íbúðirnar, sigur Rógvi Josephsen, ið er ein av eigarunum av Norðhús, og sum hevur stýrt verkætlanini. -Vit hava lagt okkum eftir at byggja við høgari góðsku, og síðani vit gjørdu fyrsta bygningin í 2011, hava vit gjørt smávegis betringar og tillagingar, ið ger hendan bygningin enn betri. Arbeiðið hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at íbúgvarnir eru fegnir um úrslitið. Eftirspurningurin hevur verið stórur, og vit brúka nú alla orku at leggja tingini væl til rættis, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús. Farið verður undir fyrsta bygningin undir Fossum heilt skjótt, og tá ið verkætlanin er liðug, verður økið vakurt og hugnligt, har bygningarnir fella væl til í lendinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021 19 Leygardagur 30. Jan 2021 Sambýli til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík verður bygt Hetta varð einmælt samtykt í landstýrinum týsdagin. Arbeiðið at byggja nýggja sambýlið verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir at byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober í næsta ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021 20 Leygardagur 30. Jan 2021 Djóni Joensen verður nýggjur kommunulækni í Vágunum Hann tekur við 1. apríl, og harvið verða bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað. Hetta starvið hevur hann røkt síðan nú hann flytur til Vága læknadømi. Djóni er búsitandi í Miðvági. Hann hevur millum annað eisini verið við A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti sum lækni. Talan er um ársins Hidden Gem Awards, altso ein heiðursløn fyri at vera ein fjaldur dýrgripur. Ársins virðislønir leggja serliga dent á matstovur og kokkar, ið hava megna at taka upp avbjóðingarnar í korone-kreppuni. Sagt verður soleiðis um matupplivingina, eina kann fáa á Koks:“ Kreativitetur kann daga undan í ófrælsi, og henda matstovan í Føroyum kann vera súmbolsk fyri dugnaligu, sjálváløgdu avmarkingarnar fyri komandi tíðum. Rætt skal vera rætt. Koks og Poul Andrias Ziska eru ikki tey einastu, sum vórðu heiðrað fyri at vera eitt‘ hidden gem’. Matstovurnar La Famme du Boucher í Marseilles í Fraklandi, Nur í Fez í Marokko, La Café Suisse í Bex í Sveits, Langouste í Beograd í Serbia, D’ Berto í Pontevedra í Spania, House 102 í Foshan í Kina og Willows Inn í Lummi Island í USA vórðu eisini heiðraðar við hesi virðislønini. Matsovurnar verða mettar eftir einum stiga upp til hundrað. Tær bestu matstovurnar í nýggjasta listanum fáa 99,5 stig, og eru tær fýra í tali. Tær eru Guy Savon í Paris, Le Bernardin í New York og so tvær japanskar matstovur, Ryugin í Chiyoda-ku og Sugalabo í Minato-ku. Effo hevur nú stovnað nýtt felag í Danmark, ið skal veita oljuúrdráttir til skip, ið leggja leiðina framvið Norðurjyllandi. Nýggja felagið, ið hevur heimstað í Hirtshals, er stovnað av Effo, men hevur eisini lokalar íleggjarar við sum eigarar. -Effo hevur 100 ára royndir við oljuveitingum í Føroyum, og hevur eisini veitt tænastur til kundar uttan fyri Føroyar. -Felagið hevur verið væl móttikið, og vit hava longu veitt fleiri skipum olju og oljuúrdráttir, leggur Janus Thomsen at enda afturat. Felagið í Hirtshals er stovnað undir navninum Carl Jensen’ s Marinelager. Hóast talan er um nýstovnað felag, er talan í vissan mun um framhald av virkseminum hjá fyritøkuni við sama navni, ið gavst við sínum virksemi á sumri 2020. -Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg. Fyri føroysk handilsskip eru hetta góð tíðindi, tí tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip. Avrikslistin gevur ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Um flaggið ikki verður mett sum góðskuflagg kann hetta ávirka virksemið og raksturin hjá reiðaríum, eitt nú við øktum eftirlitsvitjanum og fleiri krøvum til avtalur. Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip:-Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021-Í hesum avbjóðandi tíðum er tað av serligum týdningi, at bæði vit sjálvi og onnur verða mint á týdningin av arbeiðinum, vit gera, leggur hann afturat. Goi Peace Foundation er ein felagsskapur, sum hevur sín uppruna í Japan, og sum samstarvar tætt við Sameindu Tjóða. Tað skrivar Danmarks Radio. Í Danmark eru tey nú farin undir at koppseta fólk á øðrum sinni, og meðan tað vóru fýra prosent av teimum koppsettu, ið fingu hjáárin eftir fyrsta prikið, so vísa tølini nú, at tað er millum 16 og 17 prosent, ið fáa hjáárin eftir at verða koppsett á øðrum sinni. Men hetta kemur ikki óvart á Carsten Schade Larsen, yvirlækna á Aarhus Universitetshospital. Onnur ávirkanin er eymleiki og reyð og hovin húð rundan um prikið, og so er talan um fepur, vødda- og liðapínu, møði, vaml og leysur magi. -Vaksinan setir fer á órinsskipanina, sum svarar aftur. Hjáárin eru eitt gott tekin, tí tað ber boð um, at vaksinan virkar. Í Føroyum eru vit ikki komin so langt við koppsetingini enn. Enn er bert ein føroyingur, sum hevur fingið aðru koppsetingina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021 26 Leygardagur 30. Jan 2021 Sturgeon fer eftir fólkaatkvøðu Biður um fólksins stuðul til at halda fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi–líka mikið hvat Westminster sigur. Sambært Sturgeon hevur brexit broytt politisku støðuna í landinum so mikið nógv, at tað ikki longur er neyðugt við samtykki frá bretsku stjórnini. -Eg vil halda eina lógliga fólkaatkvøðu, og eg fari at biðja skotska fólkið um at geva mær heimildina til tað á valinum í mai. Um tey geva mær fullmaktina, so er tað tað, eg ætli mær at gera, segði Nicola Sturgeon við BBC í gjár. Seinasta samdøgrið vórðu 752 nýggir smittutilburðir staðfestir í Skotlandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 27 Leygardagur 30. Jan 2021 Ein lítil broyting kann geva heilivágsfyritøku eina eyka milliardupphædd Ein broyting í vørulýsingini av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech er orsøkin til, at ES nú fær færri gløs við koppingarevni enn væntað Eftir umbøn frá Pfizer/BioNTech hevur ES nevniliga góðkent eina broyting í vørulýsingini á koppingarevninum, har tað nú framgongur, at hvørt glas inniheldur seks skamtar í staðin fyri fimm. Tað er hendan broytingin, sum nú er orsøkin til, at fyritøkan fer at veita minni koppingarevni–talið á skamtum er tað sama, men nú eru færri gløs. Hendan broytingin hevur leysgivið 20 prosent fleiri skamtar, og kann hon eisini enda við at geva fyritøkuni eina eyka milliardupphædd. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021 Skuldsettir eftir grein í revsilógini, sum sera sjáldan verður brúkt (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Ein 32 ára gamal dani varð í vikuni varðhaldsfongslaður í knappar fýra vikur, skuldsettur fyri at hava hongt eina dukku, ímyndandi donsku forsætisráðkvinnuna Mette Frederiksen, upp á ein lyktasteyra. Á dukkuni hekk ein lepi, har tað stóð: "Hun må og skal aflives". Tveir aðrir menn, 30 og 34 ár vórðu varðhaldsfongslaðir sunnudagin við somu skuldsetingum. Allir eru skuldsettir eftir m. a. grein 113 í revsilógini–ein grein, ið sjáldan verður brúkt, ið snýr seg um at hótta trygdina hjá fólkatinginum ella royna at hótta ella forða fólkatinginum í at fremja sín politikk. Brot á grein 113 í revsilógini kann geva fongsulsdóm upp í 16 ár–í serligum førum lívstíðardóm. -Vit hava sæð hvussu skjótt vit kunnu missa tamarhald á nýggja frábrigdinum. Tí kunnu vit ikki slaka í tiltøkunum. Eiisni tá fleiri eru koppsett, mugu vit vera varlig, segði Mette Frederiksen. Lesandi á universitetinum, miðnámsskúlum og øðrum umframt elstu næmingarnir í fólkaskúlanum sleppa heldur ikki til undirvísing til í endanum av februar. Hinvegin er møguligt at yngstu flokkarnir í fólkaskúlanum fara í skúla áðrenn 28. februar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021 30 Leygardagur 30. Jan 2021 18 milliardir krónur til donsku minkaalararnar Danska stjórnin hevur gjørt semju um endurgjald (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Minkamálið gerst dýrt fyri Danmark. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021 31 Leygardagur 30. Jan 2021 Forsetin í Meksiko fingið covid-19 Andres Manuel Lopez Obrador boðaði í vikuni frá, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna Meksikanski forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador er bjartskygdur (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Sunnudagin boðaði forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, frá, at hann hevði fingið staðfest covid-19. 67 ára gamli forsetin sigur, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna. Meksikanski forsetin roykti nógv, inntil hann í 2013 fekk ein hjartatilburð. Síðan covid-19 kom til landið fyri tíggju mánaðum síðani, hevur hann noktað at brúkt munnbind alment. smittutilburðir og nærum 150.000 andlát, men hóast hetta er undirtøkan fyri Andres Manuel Lopez Obrador vaksin undir farsóttini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 32 Leygardagur 30. Jan 2021 Fyrsta ráðkvinnan við fíggjarmálum í USA Senatið hevur góðkend Janet Yellen SkrivaÐ: Janet Yellen var eftir eina atkvøðugreiðslu í amerikanska senatinum týsnáttina góðkend sum nýggj ráðkvinna við fíggjarmálum, skrivar AFP-tíðindastovan. Tað var nýggi demokratiski forsetin, Joe Biden, sum tilnevndi Yellen til henda týdningarmikla sess í amerikansku stjórnini. -Eg eri á nógvum økjum ósamdur við Yellen, serliga viðvíkjandi skattapolitikki, men hon hevur lovað, at hon fer at samstarvs við okkum, segði republikanski senatorurin, Mike Crapo sambært Reuters eftir fundin í fíggjarnevndini. Yellen fær nú ein avgerandi leiklut í fíggjarpolitikkinum hjá Joe Biden, ið er hart ávirkaður av koronafarsóttini. Fyrsta uppgáva hennara verður at finna fram til eina semju við kongressina um ein nýggjan kreppupakka á 1.900 milliardir dollarar, sum Joe Biden hevur skotið upp fyri at endurreisa búskapin. Í veruleikanum hava vit ikki ráð til ikki at gera íløgurnar nú, segði hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021 33 Leygardagur 30. Jan 2021 Maðurin, sum m. a. varð kendur fyri sendingina "Larry King Live", andaðist í morgun, 87 ára gamal Larry King varð føddur 19. november 1933. Í dag andaðist hann, 87 ára gamal (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Amerikanski sjónvarpsverturin Larry King er deyður, 87 ára gamal. Í 2019 fekk hann eisini slag, sum hann var nær við at doyggja av. Larry King byrjaði at arbeiða sum miðlafólk í 1957. Hann er m. a. kendur fyri CNN-sendingina "Larry King Live", sum koyrdi í sjónvarpinum í 25 ár. Felagið, sum seinastu mongu árini hevur gjørt stórar íløgur í bæði leiting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi kring allan heim, hevur sett sær fyri at velja út tey lond og øki, har felagið metir tað vera mest lønandi at virka í framtíðini. Hann sigur við norska miðilin E 24, at nógv av virkseminum hjá Equinor er ikki nóg lønandi, og hetta skal broytast. Felagið er tí farið undir at kanna íløgurnar, sum eru gjørdar kring heimin, hvørjar felagið skal halda fram við og hvørjar felagið skal taka seg úr aftur. Stórar íløgur verða í løtuni gjørdar á fleiri nýggjum oljufundum so sum Peregrino og Bacalhau, har oljuleiting eisini verður raðfest ovarliga. Eisini aðrastaðni á amerikanska meginlandinum ætlar felagið at halda fram við sínum virksemi. Equinor sær m. a. stórar møguleikar á North Platte fundinum í Meksikanska Flógvanum. Rosebank er guli bletturin longst norðuri. Longur fyri sunnann er Cambo keldan, sum Siccar Point og Shell umhugsa at útbyggja. Men eisini í Evropa eru oljufund, sum Equinor sær stóra framtíð í. kr. fyri at samstarva við russiska felagið Rosneft. Equinor er eisini virkið í Afrika, har tað hevur gjørt stór gassfund í eitt nú Tanzania. Tó eru stórar avbjóðingar har, sum gera, at felagið enn ikki hevur sett útbygging í gongd. Áhugaverdi spurningurin í Føroyum er, um vit kunnu rokna við, at Equinor, sum var sjálvur motorurin í føroysku leitingini eftir ár 2000, aftur fer at hyggja henda vegin. Verður útbygging av Rosebank kelduni veruleiki, so er ikki óhugsandi, at Equinor fer at hyggja eftir møguligum oljugoymslum í grannalagnum, sum aftur kunnu gera eina útbygging meira lønandi. Og grannalagið er m. a. føroyski landgrunnurin. Valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði. Kirkjuráðini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni. Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjuni og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftum. Suðurrás skrivar, at tað eru 28 føroyingar og 20 útlendingar á várskeiðnum. Útlendingarnir eru úr Danmark, Noreg, Íslandi og so er ein føroyingur sum annars er búsitandi í Belgia. Sonevndur“ introtúrur” hevur verið, har leiðin gekk eftir fjøllunum og ligið var nátt í Hovi, áðrenn næmingarnir fóru til gongu aftur til Vágs. Mált verður síðst í januar og aftur fyrst í mars, soleiðis at fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. Umframt at máta seg, so fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar. Tey sum velja at máta seg hjá Fólkaheilsuráðnum eru við í lutakastinum um ein størri vinning. Matvøruhandlarnir seta grønt og sunt á dagsskránna, soleiðis at møguligt er at eta heilsugott. Út yvir hesi serligu tiltøk, so eru sera nógv almenn tilboð til borgarar í Vági. Nevnast kann, at heilsufótbóltur er tvær ferðir um vikuna, rørslukvøld tvær ferðir um vikuna, kappróðrarfelagið bjóðar borgarum tríggjar ferðir um vikuna at rógva í neystinum. Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru við til at skapa ein serliga dám í Vági, har heilsan fær uppmerksemi. Øll eru vælkomin við og einans hugflogið setur mark fyri, hvat letur seg gera, tá heilsan skal røkjast. Heilsuátakið í februar mánað hevur fingið heitið Virkin Vágur og er tað undir hesum slagorði, at vágbingar fara at hjúkla um heilsuna í februar. Við at deila myndir og luttaka í (tilboðum og) tiltøkum, eru øll við til at stuðla hvørjum øðrum og skapa ein serligan heilsudám í Vági í februar mánað. Atlit verða tikin fyri koronatilmælunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021 38 Leygardagur 30. Jan 2021 150 ára minningarløta fyri Poul Effersøe 24. januar vóru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim, og í sambandi við runda dagin, varð sunnudagin ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri á Tvøroyri, Christian Andreassen, FSF-forseti og Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum (Mynd: torshavn. fo) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamal 11. mars í 1926. Umboð fyri TB, ÍSF, FSF, Mentamálaráðið, Tvøroyra býráð og Tórshavnar býráð vóru vit til minningarløtuna. Uni Persson hevur í eina tíð snøggað gravsteinin hjá Poul Effersøe, og Uni var eisini við til minningarløtuna í dag. Poul Effersøe vaks upp í einum embætismannaumhvørvi hjá sýslumanninum Gudmundi Effersøe og Cathrinu Múller á Tvøroyri. Eisini gjørdist hann almennur verji. Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu til minningarløtuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021 39 Leygardagur 30. Jan 2021 H71 og Neistin væl við í stríðnum um hálvfinalupláss Tríggir dystir vórðu í steypakappingini hjá monnum sunnudagin. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan. Hoyvíkingar liggja eisini væl fyri at fáa eitt hálvfinalupláss. Kollfirðingar sum vórðu á vitjan í Hoyvíkshøllini løgdu væl fyri, og vóru á odda 17-13 í hálvleikinum. VÍF vann dystin 25-23. Seinastu innleiðandi dystirnir í steypakappingini hjá monnunum verða spældir mikukvøldið 3. februar, allir byrja klokkan 20. Í bólki eitt spælir H71 móti Team Klaksvík og KÍF móti H71/2. Í Høllini á Hálsi tók Neistin ímóti vágskvinnum, og ikki óvæntað gjørdist tað ein avgreiðsluspurningur hjá teimum bláu. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan, sum eisini endaði við at vinna dystin við fjúrtan málum, 34-20. Marjun Danberg gjørdist toppskjútti við heili 14 málum. Støðan í hálvleikinum var 20-5 til Kyndil. Bjarta Johansen var toppskjúti hjá Kyndli við sjey málum, og Anna á Steig skoraði fýra mál fyri H71 2. Kyndil hálaði seg sostatt upp á fýra stig, og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum. Mótmælið varð lagt ov seint er staðfestingin hjá Aganevndini hjá Hondbóltssambandinum Neistin vann við einum málið uppá brotsskast í evstu løtu (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað var stór ónøgd í Stjørnu-leguni eftir tepra tapið í steypadystinum í Høllini á Hálsi sunnudagin 17. januar. Útiliðið hevði havt ein leiðslu, men Neistin át seg innaftur og avgjørdi dystin við brotskasti í seinasta sekundið. Ónøgdin snúði seg millum annað um yvirskipaða dómaraavrikið hjá Bárði og Rógva Danielsen, har Neistin fekk tíggju brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fekk, og har Stjørnan fekk fimm útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fekk. Aganevndin vísir í avgerðini á, at mótmæli ikki er sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt, tí hetta var ikki tað sum hendi. Mannagongdin í kappingarreglu 5.17, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast, og at dysturin hareftir kann takast uppaftur, varð ikki fylgd, skrivar HSF. Neistin er víðari í steypakappingini. Stjørnan skal vinna greitt í Vági sunnudagin, samstundis sum H71 tapir fyri Neistanum, fyri at tað skal eydnast hjá teimum reyðkløddu úr Klaksvík at koma víðari. Nú er greitt, hvørji trý nøvn eru í uppskoti, og tey eru at finna innan hondbóltin, fótbóltin og fimleikin Ungi miðverjin í HB, Samuel Johansen Chukwudi, Hákun West av Teigum, høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag, eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. (Savnsmynd: Sverri Egholm) Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann var við til at tryggja HB føroyameistaraheitið 2020, tá ið fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar. Á jólum vandi Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við føroyska A-landsliðnum, og hann verður ivaleyst partur av bjørtu framtíðini hjá føroyskum manshondbólti á altjóða støði. Astrið Breckman til høgru, her saman við Rebekku Ingadóttir Rein (Savnsmynd) Astrið Nanly Breckmann, 16 ár, úr Havnar Fimleikafelag hevur tikið seg nógv fram í 2020. Hon vann eisini Danmarkarmeistaraheitið fyri lið í felagnum KG 66 í Kastrup, og hon lýkur nú m. a. øll altjóða krøv innan amboðsfimleik, sum gera hana føra fyri at luttaka í altjóða kappingum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021 43 Leygardagur 30. Jan 2021 Fyrimyndin skal finnast innan hondbóltin, fótbóltin ella judo Tey trý, sum eru tilnevnd til Ársins ÍtróttaFYRIMYND, eru Guðrið Krosslá Augustinussen úr VB, Per Mikkelsen úr Skála ítróttafelag, og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fólkini, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ítróttaFYRIMYND 2020, ið er ein av heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, virka dagliga innan hondbóltin, fótbóltin og judo. Nú er greitt, at Guðrið Krosslá Augustinussen úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tey trý, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND 2020. ÍtróttaFYRIMYNDIN er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 13. februar. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020. Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Malvinus í Gong eigur einsamallur æruna av endurreisnini av Klaksvíkar Judofelag. Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN 2020, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. Februar kl. 19.30. Lene Terp er úr Suðurjútlandi, og spældi í bestu donsku deildini við Vejle og OB. Hon royndi seg eisini í Fulham fyrst í hesi øldini. Verjuleikarin gjørdi eisini um seg á A-landsliðnum. Terp hevur eisini havt uppgávur hjá DBU: Sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum í 2017, har Danmark fekk silvur til EM, og talentstjóri í eitt ár. Lene Terp hevur UEFA Pro Licence, ið er hægsta venjaraútbúgving í Evropa. Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum hevur í teimum báðum seinastu udnankappingunum havt nógv stórtap, hevur einki stig fingið, og hevur bert skotið eitt mál í hvørjari. Undir liðuni á fyrrverandi danska landsliðsliðskiparanum sat Christan Andreasen. Forsetin í FSF væntar, at Lene Terp kann gerast ein stór fyrmynd á ymsan hátt, og at hon fer at flyta føroyskan kvinnufótbólt:–Við at seta Lene í fulltíðarstarv, gera vit eitt stórt framstig á leiðini at menna kvinnusíðuna í føroyskum fótbólti. Hon er ein spennandi profilur at fáa inn í føroyskan fótbólt yvirhøvur, og harumframt kann hon við sínum royndum og førleikum vera ein stór og sterk fyrimynd fyri kvinnur í fótbólti, bæði tá vit hugsa um spælarar, men eisini í mun til menning og útbúgving av venjarum. Eg gleði meg tí nógv til at flyta til Føroyar og veruliga sleppa til verka. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021 46 Leygardagur 30. Jan 2021 A-landsliðið: 23 leikarar boðsendir til venjingarlegu í februar Talan er bert um leikarar, ið spæla í heimligu kappingini. 12 av leikarunum eru knýttir til HB-teir ið eru knýttir til KÍ eru ikki tøkir. Hetta eru teir fyrstu tríggir av tíggju undandystum í 2021. Sum liður í hesum fyrireikingunum verður skipað fyri venjingarlegu í Havn í døgunum 11. til 14. februar, og í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum, skrivar fsf. fo. Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Tað gjørdi bert 17-ára gamli Samuel Johansen Chukwudi úr HB eisini, og eins og Stefan so fer hann nú at fáa seg royndan til venjing hjá A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. Sama er galdandi fyri EB/Streyms-málverjan Róa Zachariassen. Teitur Matras Gestsson er ikki millum teir úttiknu hesaferð. Tróndur, Tórður Thomsen og Petur Kundsen, ið kann hava eitt gjøgnumbrot á A-landsliðnum fyri framman, eru við frá NSÍ. Eins og á heysti í fjør eru Vatnhamar-brøðurnir og Andreas Lava Olsen við úr Víkingi-allir eru leirvíkingar. Teir, ið eru sáttmálbundnir til KÍ, eru ikki tøkir til venjingarleguna skrivar fsf. fo. Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedonia, Ukraina, Serbia og Fraklandi. Frakland má metast sum besta liðið í bólkinum. Norðurmakedonia spældu Føroyar ímóti so seint sum í heyst (1-2 á Tórsvølli). Hann fekk í seks dystum í heyst tríggjar sigrar. Bagge skal saman við Atla Gregersen standa á odda fyri U21-landsliðnum í komandi undankapping, ið endar í juni 2022. Ógreitt er, júst hvør dystarskráin verður. Hesaferð var tað ikki í seinastu løtu, at avgerðin fall. Liverpool skoraði í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá Mané fekk pláss í vinstru og við tvøravlering fann Firmino, ið fekk fatur á bóltinum, ið Lloris og Dier ikki gjørdu. Tríggjar minuttir eftir steðgin helt Lloris ikki hørðum skoti frá Mané, og so fylgdi Trent Alexander Arnold væl upp og smekkaði bóltin niður í longra málhorn-tríggir leikarar ið annars hava verið formveikir vístu góðsku í samband við málini. Liverpool spældi aftur við røttu ferðini og við góðsku, og í 65. minutti fekk Joe Rodon ikki handfarið innleggið hjá Trent Alexander-Arnold, ið Sadio Mané beindi í málið. Løtu áðrenn varð eitt mál hjá Mo Salah kolldømt við VAR, tí bóltuin kom á armin hjá Firmino í uppspælinum, og næstan beinanvegin í dystinum varð málið hjá Son, ið hevði tveir aðrar góðar møguleikar, tikið aftur orsakað av rangstøðu. Her er Mourinho greitt betri nøgdur enn Klopp, men so var ikki tá samanumkom (Mynd: EPA) Tottenham megnaði ikki at svara aftur, og eftir fimm dystir á rað uttan sigur í Premier League fekk liðið hjá Klopp aftur trý stig. 25 ára gamli havnardrongurin sigur við Realityportalen, at tað í Danmark kennist sum man situr í fongsul. -Tað er uttan iva venjingarmiðstøðirnar, sum eg sakni mest, men eg sakni eisini frælsi, sum eg kenni tað sum, er tikið frá mær. Eg haldi tað kennist sum at sita í fongsli, og man hevur ikki loyvi til nakað sum helst, sigur Teitur við Realityportalin. Lívligi realityluttakarin veit ikki, hvussu leingi hann verður verandi í Føroyum, men í øllum førum skulu venjingarmiðstøðirnar lata upp aftur áðrenn, hann fer niður aftur, greiðir hann frá. Í summar lóttóku Teitur og táverandi unnustan, Christel Trubka, í sendingini Singletown og settu parlagið upp á spæl. Tað endaði við, at tey í heyst valdu at fara hvør til sítt, eftir at hava verið saman síðani januar í fjør. Tá vóru tað dj-showini í batminton høllini, dansur í Kambsdali og Ársins songrødd kring alt landið. Tað eru nógv sum vita, at Jens Marni er uppvaksin í Kollafirði og giftur við Ninu. Eisini vita øll, at Jens Marni er eitt kent navn bæði her heima í Føroyum og eisini í Danmark. Eg havi verið á vitjan heima hjá Jens Marna og konuni Ninu úti á Norðasta Hornið. Vit fingu okkum eitt gott prát, um hansara yrkisleið sum hondbóltspælari og áhugað hansara fyri tónleiki longu sum 10 ára gamal. Prátið fall eisini á teirra fyrrverandi felags heim og teirra hugnaliga núverandi heim. (Úr Havnini er tað byrjanin) Barnaskúlin lá mitt í bygdini, og tað var eisini har allir aktivitetirnir gingu fyri seg. Teinurin var í so langur at ganga fleiri ferðir um dagin, so Jens Marni brúkti nógv súkkluna, at koma aftur og fram við. Eins og so nógvir aðrir smádreingir, so dámdi Jens Marna væl at íðka ítrott. Tvey ár seinni, vandi hann við í bestu deildini. Hann spældi tey seinnu árini í bestu deildini. Av tí at ongin ítróttarhøll var í Kollafirði, so mátti Jens Marni heilt til Skála at venja. Jens Marni hevur eisini róð við ymiskum kappróðrarbátum, men tað var meira on and off. Tey seinastu árini hevur hann vant í Yndi. Hann følir væl, at tá hann venur nógv, tá orkar hann nógv betri at hugsavna seg um alt annað eisini. Aftaná fór hann í tónleikaraskúla. Tónleikaraskúlin var í Vig, sum liggur uttan fyri Holbæk. Hann hevur eisini arbeitt hjá Normatek í fimm ár. Tey eiga tvey børn saman. Dóttrina Emaliu, sum er 12 ára gomul og sonin Markus, sum er 6 ára gamal. Familjan eigur eisini tríggjar hundar. Sum vanligt er, so leigaðu tey ymsastaðni, áðrenn tey keyptu hús. Fyrsta heimið var ein pinkalítil kjallaraíbúð í Eysturstrætið. Men íbúðin var ikki nakað fyri tey kortini, so at tey endaðu á loftinum heima hjá foreldrunum hjá Jens Marna í Kollafirði. So brúðarhúsið var í húsinum úti í Argjum. Hetta var í 2004. Jens Marni hevði tá eisini tikið avgerð um, at gera meira burtur úr tónleikinum undir egnum navni. So Jens Marni brúkti níggju mánaðir til at umvæla húsið. Millum annað kann sigast, at hann sjálvur gróv 60 tons út, tá hann skuldi gera kjallaran. Men tey sóu skjótt, at tað bleiv ov nógv koyring aftur og fram. Tey tóku av tilboðinum, sjálvt um tað var sera ringt fyri Jens Marna, at lata húsini í Kollafirði. Hann hevði jú brúkt so nógva tíð og orku uppá, at gera tey í stand. Húsini á Norðasta Horni gjørdust teirra í síðstu løtu Jens Marni, Nina og børnini búgva í einum friðarligum grannalagi. Tað var eisini í síðstu løtu, at húsini gjørdust teirra. Húsini hava eina sjáldsama søgu. Tí tey stóðu ikki upprunaliga á Norðasta Hornið. Húsini vórðu flutt í 1983, og tað kostaði tá 30.000 krónur. Húsini eru størri nú, enn tey vóru upprunaliga, tá tey komu úr Oyndarfirði. Nú hava tey eitt mát, sum kallast 160 fermetrar. Av tilvild sóu tey, at eini hús vóru til sølu úti á Norðasta Horni. Tey løgdu til merkis, at ongin hevði bjóða uppá tey í eitt heilt ár. Hjúnini valdu at prøva at geva eitt boð. Í november skrivaðu tey undur papírini, og fyrst í januar fluttu tey inn. Tá tey fluttu inn í grannalagið, var tað meira ella minni eitt pensjonista kvarter. Men nú seinastu árini hava fleiri barnafamiljur keypt hús har. Sum 10 ára gamal byrjaði hann at spæla guittar. Hetta gjørdi hann so í tvey ár. Jens Marni gloymdi ikki kensluna, sum hann hevði fyrstu ferð hann stóð á einum palli. Meginpartin av øllum sum hann dugur, hevur hann sjálvur lært seg ígjøgnum árini. Hann var í Danmark á tónleikaháskúla, men tað var ikki so nógv einstaklinga baserað, men mest orkesturbaserað. Tað kemur nokk ikki sum eitt sjokk, at Jens Marni hevur sítt egna tónleikarúm í kjallaranum. Jens Marni byrjaði sína solo karrieru í 2004, tá fór hann at syngja og spæla undir egnum navnið. Í nøkur ár var Jens Marni við á fløgum hjá øðrum, men í 2008 kom hansara fyrsta soloalbum, sum kallaðist” The Right Way” út á marknaðin. Jens Marni gjørdi púra beint, at geva sína egnu fløgu út. Í 2010 gjørdi hann eisini vart við seg í Danmark, tá hann var við í tí Danska Melodi Grand Prix. Hann vann tó ikki. Sangurin sum hann framførdi kallaðist” Gloria”, og tað vóru Sven Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby, sum skrivaðu og løgdu lag á sangin. Av tí at avgerðin hjá dómsvaldinum í Danska Melody Grand Prix'inum var 50 prosent, so var tað ikki nokk til at hann vann. Hesar upplýsingarnar hevur Jens Marni fingið frá DR. Í 2013, sama ár sum onnur og higartil seinasta fløga hansara kom út, var Jens Marni á konsertferð saman við countrysangarinnuni Evi Tausen. Hóast hann ikki vann danska melodi Grand Prix, so hevur hansara vakra rødd gjørt seg galdandi. Tí í 2011 bleiv sangurin” Maybe Tomorrow” brúktur sum heitissangur í tí fyrsta danska talkshow á webtv” Huxi og Karens” hjá Ekstrablaðnum. Eitt nýtt baðirúm og kjallari í bilhúsinum Sum so nógv onnur í hesum koronatíðum, eru Jens Marni og konan i gongd við, at innrætta húsini uppaftur meira. Tað eru mattsvartir Vola kranar í vegginum til vask og brúsu. Brúsan fer at hava glasveggir og uppi undir loftinum verður Toldtekt. Uppiundir loftinum vera fimm vanligir spottar og í baðiumráðinum vera seks smáir spottar. Millum annað er ongin bjálki í stovuni eins. Av tí at Jens Marni er maskinsmiður, so dugir hann væl at gera ymiskt sjálvur. Tá tey yvirtóku húsið vóru vindeyguni rotin, og takið skuldi skiftast. Tað eru tvey vesi og eitt baðirúm í húsinum. Stova og køkur eru í einum, og so hava tey fimm kømur. Tey duga eisini sera væl at fáa innbúgvið og nips til at passa saman. Pláturnar í húsinum eru bleytar, so tað ber ikki til at smíða nakað á veggin. Um nakað prýðið skal upp at hanga, so má tað límast uppá. Men tað sær ikki út til at gera tað stóra. Í gongini er ein dupult glashurð út til terassuna. Bæði hava hvør sína meining, um hvussu teirra heim skal innrættast og hvat skal gerast øðrvísi. Men tey duga væl at lurta eftir hvørjum ørðum, so at bæði hava sín part av innrættingini. Teimum dámdu ikki tað upprunaliga gólvið, tí tað var sera myrkt og slitið. Men tann” trupulleikan” loystu tey skjótt, við at biðja ein koma at slípa teimum gólvið, so at tað bleiv ljósari. Tey hildu eisini at uppgongin til loftið var so myrk, so har hava tey sett eitt takvindeygað í, so at sólarljósið kemur inn. Prei frá Jens Marna um innrætting Jens Marni og Nina hava umhugsað at fáa sær Toldtekt loft. Tað fæst í bæði tjúkkum og fínum. Jens Marni og konan vænta, at tey velja tær fínu. Tað verður bara fiprurnar sum verða sproytaðar. So ljóðið klárar væl at koma upp í millum. Tað er eisini gott at hava ull beint aftan fyri pláturnar. Man verður aldrin liðugur, tí tað er altíð okkurt ein gjarna vil hava øðrvísi. Tí er umráðandi at ein sær alt tað positiva, tá eitt ting verður liðugt í húsinum. Dótturin hevur eitt ordiligt tannáringa kamar. Tí tað var umráðandi, at Emalia hevði eitt stað, har hon og vinkonurnar kundu vera. Tey vaksnu hildu ikki, at tað var neyðugt at hava tað størsta kamarið, tí tað var bert brúkt til at sova í. Tað liggur væl fyri hjá 12 ára gomlu Emailu at innrætta. Tað liggur væl fyri hjá henni. Men tað man ikki koma frá heilt fremmundum, tá ein hugsar um hvørji foreldrini eru. Mín persónliga eftirmeting Tað einasta eg visti framanundan, tá eg fór heim til Jens Marna var, at hann hevur verið við í Kjølum og All That Rain, at hann nú er solosangari undir egnum navni, og at hann sang” Gloria” í tí danska melodi Grand Prixinum. Mær dámar sera væl, at fólk keypa gomul hús og gera tey í stand so við og við. Tað gevur so nógvan íblástur, hvat ein sjálvur kann gera við síni egnu hús. Men eg má siga, at tað er heilt fantastiskt, hvussu nógv tey bæði Jens Marni og Nina hava fingið burturúr teirra húsi. At tað ber væl til at leggja flísar oman á flísar, at eg vil hava eina dupult glas hurð út á terassuna (Tá eg einaferð eigin hús aftur) og hvussu væl tað riggar, at minka um talið av rúmum í húsinum, fyri at fáa størri rúm. |
Men í hesum førinum, tá talan bert var um tann eina tinglimin, sum ikki vildi fylgja harraboðunum, so slóknaðu ávaringarlampurnar aftur, og fyribils hevur støðutakanin hjá Johan Dahl ikki fingið beinleiðis politiskar avleiðingar. Drúgva viðgerðin á tingi vísti, at tað eru fleiri tingfólk í samgonguni, sum ikki hava lætt við at góðtaka, soleiðis at verða rikin í rætt í etiskum spurningum fyri at tekkjast serliga Miðflokkinum. Viðgerðin vísti eisini, at tað nú er eitt krav frá fleiri samgongutinglimum, at landsstýrið tekur seg um reiggj, og fær gjørt tað arbeiði, sum skal til fyri at fáa allar fylgilógirnar upp á pláss, sum eru avleiðing av, at tingið í 2016 samtykti nýggja hjúnabandslóg. Tí vit sita eftir við illgrunanum um, at tað var ætlað, at atkvøðugreiðslan skuldi enda 16-16. Hevði Johan Dahl atkvøtt fyri broytingaruppskotinum hjá samgonguni og Christian Andreasen, so hevði hann–um ikki annað–kunna tryggjað, at foreldur, ið sita einsamøll við foreldramyndugleikanum yvir einum barni, fingu møguleikan at deila hetta við einum øðrum persóni, sambært barsilsskipanini. Hóast orðið“ samkynd” ikki varð nevnt í lógaruppskoti Christian Andreasens, so hevði tað hóast alt bøtt støðuna hjá teimum, ið hava tørv á tí. Kanska miðflokkamenn eisini fara at ásanna tað, og loyva tí greiða meirilutanum, sum er í løgtingi fyri at bøta um kor teirra samkyndu, at útinna sítt fólkagivna vald. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 5296 Lisnar síður: 28305 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. Ferðsluteljingarnar hjá Landsverki vísa, at tvær tær fyrstu vikurnar í desember koyrdu millum 33.600 og 35.800 bilar gjøgnum tunnilin um vikuna, svarandi til 4.800-5.100 í miðal um dagin. Seinastu fýra vikurnar, tað vil siga frá 11. januar (dagin eftir at gjaldsskipanin varð sett í gildi) til 7. februar, lá talið millum 15.300 og 17.900 bilar um vikuna, svarandi til millum 2.200 og 2.500 bilar um samdøgrið. Sostatt koyra tað nú í miðal rund roknað 2.500 færri bilar gjøgnum Norðskálatunnilin nú enn tað gjørdu undan jólum. Hann upplýsir, at talið í løtuni liggur um 4.000 bilar + /-, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin um samdøgrið. Talið er sostatt 1.500 hægri enn talið, sum ferðslan gjøgnum Norðskálatunnilin er minkað. Harvið kann tað sigast, at Eysturoyartunnilin longu hevur lukkast at økja um ferðsluna við 1.500 bilum. Tað hevur verið frammi, at talið av bilum, sum skulu brúka tunnilin fyri at hann skal bera seg, helst skal liggja 6.000. Tað er umleið túsund fleiri, enn tað í miðal koyrdu gjøgnum Norðskálatunnilin áðrenn Eysturoyartunnilin kom. Tí skal skal tað framvegis henda ein munandi broyting í ferðingamynstrinum innan máltalið hjá tunnlinum er rokkið. Um jóla- og nýggjárshalguna er vanliga minni ferðsla. Eftir at gjaldsskipanin varð sett í gildi, hevur ferðslan verið nakað minnið enn helmingurin av tí hon var undan jólum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021 3 Leygardagur 13. februar 2021 Handilsvinnufelagið: Korona trýstir prísirnar upp Fraktútreiðslurnar á vørum, framleiddar í Fjareystri, eru øktar upp í 500 prosent, síðani koronafarsóttin fór at gera um seg. Men nógvar avbjóðingar hava verið knýttar at broyttu fortreytunum. Vit hava ikki kunnað havt ein vanligan gerandisdag, men hava allatíðina–eins og øll onnur–skula tillagað okkum broyttu viðurskiftini. Nógv atlit hava verið at taka í hesum sambandi til tess at gera tað so trygt sum tilber bæði hjá viðskiftafólki og starvsfólki. -Klædnahandlar, málingahandlar, leikuhandlar og handlar, ið selja búnýti og líknandi, hava yvirhøvur verið væl vitjaðir. Hetta kemst av, at fólk hava havt meiri tíð heima og ikki verið so nógv uttanlands sum vanligt. Hinvegin hava aðrir limir hjá okkum, sum m. a. selja til vinnulívið, yvirhøvur havt verri umstøður. -Orsøkin til hetta eru høgu fraktútreiðslurnar, sum eru komnar upp á vørur úr Fjareystri, haðani stórur partur av framleiðsluni stavar. Vit síggja veitarar, sum hava fraktøking til Evropa úr Asia upp á 500 prosent (!) , so tað sigur seg sjálvt, at hetta fer at síggjast aftur í øktum prísum í 2021, staðfestir Eyðvør Berg, ið eisini er varastjóri í Berglon í Runavík og Klaksvík, sum umframt gávur, búnýti, leikur og frítíðarklæði eisini selur fiskireiðskap til línuskip o. o. Umleið helmingurin av søluni hjá Berglon er fiskireiðskapur, sum tey hava framleitt í Kina síðani 2012. -Sum heild er vinnan nøgd við karmarnar, sum vit hava at virka undir. Tó er tað av alstórum týdningi fyri okkum, at karmarnir ongantíð eru verri enn hjá teimum útlendsku fyritøkunum, ið selja til kundar í Føroyum. -Hvat ger Handilsvinnufelagið ítøkiliga fyri at halda í oyrunum á politikarunum til tess at tryggja hesi viðurskifti? Hví eru prísirnir sum heild hægri í Føroyum? -Tað eru nøkur viðurskiftir, sum stilla okkum øðrvísi enn ein tilsvarandi danskan handil. Í Føroyum gjalda við ofta gatt-toll av vørum, vit skulu selja. -Hvussu ávirkar útlendski nethandilin í Føroyum føroysku handilsvinnuna? -Hetta er ein stór avbjóðing fyri føroyskar handlar. Sambært tølum frá TAKS koma 8.000 sokallaðir Kina-pakkar til Føroya um vikuna. Færri og færri serhandlar Eyðvør Berg vísir í hesum sambandi á, at t. d. í Danmark og Noregi hevur økti nethandilin havt við sær, at tað verða færri og færri serhandlar, serliga á teimum smærru plássunum. -Eisini í Føroyum eru munandi færri handlar í dag enn fyri 20 árum síðani. Heldur henda gongdin fram, so fer talið av handlum í Føroyum framhaldandi at minka–og vøruúrvalið samsvarandi. Tíverri hevur politiska landslagið ikki hug at taka hetta málið upp, hóast vit fleiri ferðir í fleiri ár hava gjørt vart við hetta, harmast Eyðvør Berg um og vísir samstundis á, at avleiðingin av hesum er, at landskassin missir nógvar inntøkur í tolli og mvg. Fleiri ung velja handilsvinnuna Málið hjá Handilsvinnufelagnum er m. a. at menna og styrkja føroyska handilsvinnu, soleiðis at fleiri fáa áhuga í at velja handilsvinnuna sum sína yrkisleið. Hetta verður gjørt umvegis kunningar- og skeiðvirksemi, men felagið er eisini virkin partur í tilgongdini at menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri føroyska handilsvinnu. Higartil í ár eru átta lærlingar skrásettir, upplýsir Eyðvør Berg. -Vit vilja tó hava fleiri lærlingar og harvið fleiri yrkislærd. Eitt, sum tó fær ung at velja yrkið frá, er tørvandi ansingarmøguleikar. Haraftrat hava vit eitt árligt tiltak á Glasi, har handilsvinnan vitjar og greiðir frá um økið og møguleikar innan starvsøkið. Í ár fara vit so fyri fyrstu ferð eisini at fyriskipa tiltaki á Kambsdali. Hesi tiltøkini vóru-sum so mangt annað-avlýst síðsta vár, men vónandi fer tað at bera til í ár. krónur standa liðugt í Klaksvík. Talan er um gamla Posthúsið í býnum, sum verður bygt út. Posta, sum hevði verið í húsinum, síðan 1960 ini, flutti út mánadagin. (Mynd: Dávur Winther) (Mynd: Dávur Winther) Eini tíggju mans arbeiða í løtuni á byggiplássinum, og nú Posta er flutt í nýggjan bygning er nemmari hjá teimum at gera umvælingar innanfyri, sigur Dávur Winther. Mentanarleiðarin greiðir frá, at tey eru farin í gongd við ein part av kjallaranum–við at taka veggin niður og broyta og flyta ymiskt. Eisini hava tey koyrt onkrar trappur niður. Hóast korona og kalda veðrið hevur órógvað eitt sindur, hevur talan ikki verið um stórar seinkingar. Eitt nú var arbeiðsplássið gjørt til eitt sóttarhaldspláss í eitt tíðarskeið i sambandi við, at arbeiðsfólk komu úr Rumenia. –Tað vóru bara teir frá Rumenia, sum vóru har tá, hóast eingin teirra hevði korona. Soleiðis fer at síggja út av Vágsbøi (Mynd: Klaksvíkar kommuna) Tað er grunnurin Mentanarhúsið, sum stendur fyri verkætlanini. Ósbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað húsinð, og Kanjon er høvuðsarbeiðstakari. Mentanarhúsið fer at hava eina stóra høll til leikuppsetan, sum kann hýsa 380 fólkum–við borðuppstilling til veitslur og annað líknandi kann tað hýsa væl fleiri enn 400. Set teg í samband við Borgar Kristiansen á tel. 23 66 03 ella á lysingar @ knassar. fo. 6 Leygardagur 13. februar 2021 NCC leggur Landsverki lag á Tunnilstoymið fær hjálp frá serfrøini í norska felagnum NCC í sambandi við uppstartin av Dalstunlinum. -Eg sá eina mynd á Portalinum, har tað varð skotið fyri Dalstunlinum, og tað vóru menn frá einum norskum byggifelagi sum gjørdu arbeiðið. Endamálið við hesum var, at serkunnleikin skuldi vera í Føroyum, segði Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, og sum eigur hugskotið at seta eitt tunnilstoymi at gera ymsar tunlar. Eisini Høgni Hoydal og spyrjarin Jóhannis Joensen undraðust á hetta við, hvør tað er, sum borar tunnilin. Ætlar landsstýrismaðurin at seta meira pening av til Dalstunnilin so meira ferð kann setast á arbeiðið, spurdi Jóhannis Joensen. Hann hevði ilt við at fáa nakað svar frá landsstýrismanninum um hetta, og spurdi nakrar ferðir um hetta. (Mynd: Landsverk)-Tunnilstoymið er ikki mítt uppfinnilsi. -Man setti tunnilstoymið í gongd, og man segði níggju milliónir um árið. Og tað havi eg hildið fast við. Men vit hava 16 milliónir í ár, og tað vil siga at vit fáa gjørt munanadi meira enn vit annars høvdu kunna fyri níggju milliónir, vissaði landsstýrismaðurin um, men staðfesti kortini at: Sigast kann, at tað var umboðið hjá Sjálvstýri, sum, við ikki at vera til staðar í tinginum týskvøldið, avgjørdi lagnuna hjá nógv umstrídda málinum um at geva samkyndum pørum javnbjóðis rætt til barsilspening. Uppskotið frá Christian Andreasen líkastillaði ikki samkynd hjún–hesi vóru als ikki nevnd–men var ein roynd at loysa ein praktiskan trupulleika fyri nøkur fá foreldur í heilt serligari støðu. Fótonglar Samgongutinglimir, herundir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, løgdu undir viðgerðini andstøðuna undir ikki at vilja loysa trupulleikan, um tey ikki kundu taka undir við uppskotinum frá samgonguni. So var tað at fata sum um uppskotið bara var ein roynd at leggja samgonguni fótonglar í vegin, helt løgmaður. Stóð á jøvnum- og fall Men hetta vann ikki frama. Uppskotið varð sent til atkvøðugreiðslu uttan at løgmaður loftaði hesum tilboðnum um at finna fram til eina semju. 32 tingfólk vóru í salinum, tá málið fór til atkvøðugreiðslu beint fyri klokkan 21 týskvøldið. Tá meiriluti ikki er fyri einum uppskotið, er tað fallið. Síðan varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá Christian Andreasen. Sama úrslit, og uppskotið fall. Mynd: Jens Kr. Vang SkrivaÐ: Agnar Prestá-Í dag vann ongin. Vit eru øll taparar, tá órættvísi sleppur at halda fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021 9 Leygardagur 13. februar 2021 Hetta við samkyndum er blást upp Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum er sannførdur um, at tað eru umstøðurnar sum gera, at summi eru samkynd SkrivaÐ: Sverri Egholm Hann torir at standa við sítt. Eisini tá tað snýr seg um umstrídd mál sum porno og um samkynd. Undir orðaskiftinum týsdagin, tá uppskot um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini, segði Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum aftur sína meining um samkynd. -Um samkyndleiki er eitt val, so má hinskyndleiki eisini vera eitt val. Eg eri fødd á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og har veit eg einki um, at vøggur vóru til tey sum valdu at vera samkynd og tey, sum valdu at vera hinskynd. -Tað sum Steffan Klein Poulsen faktiskt sigur, er at foreldrini hjá okkum samkyndu ikki hava verið nóg góð, segði Beinta Løwe. Eingin er føddur samkyndur. Og hvat er tað so. So eri eg sannførdur um, at tað eru umstøðurnar sum gera tað. Málið varð til viðgerðar í løtginginum týsdagin. At hetta er á breddanum sást á portrinum til Havnar kirkju sama morgun. Onkur hevði skrivað "Antikrist rætt stava LGBT", har t-stavurin var sum ein krossur. Hann sigur, at stavirnir vórðu festir við kolstift og ikki til dømis lakki, og tí eru lættir at fáa avaftur. Sami tekstur var eisini at síggja fleiri aðrastaðni í Havn henda morgunin. Løgreglan kannar framvegis málið. Helgi Abrahamsen, ið er kendur fyri at vera aktivur viðmerkjari á sosialu miðlunum ofta við sniðfundigum orðingum, svaraði Bjarna soleiðis:“ Vit kundu eisini gjørt eina samtykt sum segði, at Føroyar skulu ikki verða álopnar hernaðarliga, uttan í fullari semju við føroyingar.” Tá Bjarni K. Petersen so spyr, um tað kanska er líka mikið hvat føroyingar samtykkja, svarar landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum:“ Ja. Og um danska stjórnin sigur nei, so verður tað onkur annar sum tekur avgerðina yvir høvdinum á teimum. Semingspartarnir, sum løgdu avtaluna fram seinnapartin, bíða enn eftir afturmeldingum úr Føroyum, segði danska verjumálaráðkvinnan, Trine Bramsen, á tíðindafundinum, men mann væntar, at Føroyar fara at góðtaka avtaluna. Á tíðindafundinum varð eisini gjørt vart við, at fleiri flokkar í Føroyum eru ónøgdir við mannagongdina, men tað er torført, tá so nógvir partar skulu uppí samstundis, segði Trine Bramsen, tá hon varð spurd um, hví hon ikki bíðaði við at leggja avtaluna fram, til undirtøka úr Føroyum og Grønlandi var tryggjað. Vónin er, at Føroyar góðtaka radaran, men tað verður sjálvandi góðtikið, um Føroyar siga nei, segði hon. 4.134 fólk hava fingið fyrra prikið. 1.221 hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett, skrivar corona. fo. Kunnað varð eisini um, at nú verður ein steðgur í koppsetingini, til nýggj sending við koppingarevni kemur til landið einaferð í seinnu hálvu av komandi viku. Samstundis skal honorarkonsulin stuðla rumensku sendistovuni í Keypmannahavn við tiltøkum til tess at styrkja bondini millum londini, heruppií at økja um kunnleikan til rumenska mentan. Nýggi konsulin saman við herbúgvandi rumenum Tá honorarkonsulatið varð skipað, luttóku honorarkonsulin og fleiri rumenskir tilflytarir, havandi í huga neyðugu avmarkingarnar, sum stava frá covid-19 farsóttini. Rumenski ambassadørurin fyri danska kongaríkið, Alexandru Grădinar, luttók eisini umvegis videoleinki, og undirstrikaði týdningin av at stuðla rumensku borgarunum í Føroyum eins og týdningin av at økja um fíggjarligu og mentanarligu sambondini millum londini. Honorarkonslar hava uppgávur og skyldur, sum ikki eru líka sum tær hjá yrkiskonsulatum. Honorarkonsulatið fyri Rumenia í Tórshavn heldur til á skrivstovuni hjá Hansen Vinther Advokatfirma, undir Bryggjubakka 21. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021 15 Leygardagur 13. februar 2021 Fyrrverandi skipafelagsmaðurin og russiski konsulin gjørdist 84 ára gamal SkrivaÐ: Ein kend býarmynd í Havn, Árni Dam, doyði týsmorgunin 84 ára gamal. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 16 Leygardagur 13. februar 2021 Vindmyllulundin í Porkeri yvirtikin Hósdagin varð hátíðarhald fyri innbodnum–mett verður, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða umleið 20 GWt um árið, 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy Mynd: SEV SkrivaÐ: Hósdagin yvirtók Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vindmyllulundina í Porkerishaganum. Talan var um ein stóran dag fyri føroyingar og ikki minst suðuroyingar, skrivar SEV á Facebook. Í fagrasta veðri varð skipað fyri einum lítlum hátíðarhaldi fyri innbodnum, sum eisini fingu høvi at vitja inni í einari av myllunum. Sambært SEV verður mett, at vindmyllulundin fer at kunna framleiða uml. 20 GWt av el-orku um árið. Verður øll hendan orkan fingin til høldar, er tað 57 prosent av samlaðu nýtsluni í Suðuroy. (Mynd: Jens Kristian Vang) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í ár eru 60 ár liðin síðani Starvsmannafelagið varð sett á stovn. Á eykaaðalfund í felagnum týsdagin varð samtykt at broyta navnið til tað meira nútíðarhóskandi, Starvsfelagið. -Talan er ikki um nakra kollveltandi broyting, men meira um eina tillaging av navninum til ta tíðina, sum vit liva í. Upprunaliga sá felagið tó dagsins ljós 13 ár frammanundan. Hetta var sama ár, sum vit fingu heimastýrislógina, í 1948, og felagið kallaðist tá Starvs- og Tænastumannafelagið. Í 1961 fór hetta felagið í tvíningar og gjørdist til Tænastumannafelagið og Starvsmannafelagið. Somuleiðis sendir hetta út signal um, at øll eru vælkomin í felagið, og navnið á felagnum fær eitt meira fevnandi og nútímans innihald. -Tvítýdningurin í navninum er starvsfelagin, ið er ein, sum tú lyftir saman við, ert í parti við, og sum tú brúkar tíð saman við. Somuleiðis ein, ið hevur somu áhugamál sum tú, ein sum talar tína sak og stendur við tína lið. Fakfelagið fyri starvsfólk. Týdningurin av navninum, Starvsfelagið, sampakkar somuleiðis væl við høvuðsvirðið hjá felagnum, sum er“ samhaldsfesti”. Nevndin er av teirri fatan, at Starvsfelagið er eitt rúmligari navn enn Starvsmannafelagið. Strandfaraskip Landsins skriva á heimasíðuna, at hjálp beinanvegin kom frá Havnar Bjargingarfelag, so tey átta ferðafólkini, sum vóru umborð, vórðu flutt til Nólsoyar við Tanum. Kavarar staðfestu seinni, at ein endi var komin um skrúvuna. Trupulleikin er loystur, og Erla siglir nú aftur eftir ferðaætlanini. Útsøgnin hjá Svein í Heiðum fall ikki í góða jørð hjá Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík. Um kokkaútbúgvingin skal uppraðfestast, eigur meira peningur at verða settur í verandi útbúgving í staðin, heldur hann. Núverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur hinvegin, at tað hevði verið eitt gott hugskot at stovna nýggja kokkaútbúgving í Havn. Av teimum 300 bestu matstovunum, sum eru savnaðar í Den danske spiseguide, eru 11 føroyskar matstovur, og allar liggja í Tórshavnar kommunu, vísir Heðin Mortensen á. Slík útbúgving finst ikki í Føroyum Talan er ikki um at flyta verandi útbúgving til Havnar men um at stovna nýggja útbúgving, sum vendir sær til gastronomisku matstovuvinnuna. –Eingin ætlan er um at flyta nakað úr Klaksvík til Havnar, sum longu er har norðuri. –Ofta eru tað ungfólk, sum vilja í læru. Men at senda 16-17 ára gomul ung av landinum at fara í skúla í nakrar mánaðir er ikki tað besta, sigur vinnan. Og so eru tað tey, sum hava fleiri smábørn, og tá er lættari at vera í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, sum heldur tað vera gleðiligt, at ljós nú verður varpað á at fáa hesa útbúgvingina í Føroyum. Útbúgvingin hóskar væl til Glasir Skal nýggja kokkaútbúgvingin í Føroyum gerast sama sólskinssøga sum matstovurnar í høvuðsstaðarkommununi eru, skal útbúgvingin kunna kappast við líknandi útbúgvingar uttanlands, sigur borgarstjórin í Havn. –Verður útbúgvingin løgd í Havn, her matstovurnar gerast alsamt fleiri og betri, so eru lærlingarnir í Havn alla tíðina og arbeiða støðugt í vinnuni alla lærutíðina. Hetta fer uttan iva at eggja fleiri ungum at velja matstovuvinnuna sum yrkisleið. Eisini tí at tú við eini kokkaútbúgving kanst fara víðari og læra til serviceøkonom, sum longu verður boðið út á Glasi. Tað hevði givið eina góða synergieffekt at havt kokkaútbúgvingina aftrat á Glasi, sigur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2021 20 Leygardagur 13. februar 2021 Stórbilar fingið nýggjar eigarar Ein starvsfólkabólkur í Stórbilum hevur keypt felagið frá John Olsen. -Vit hava eitt sterkt toymi og vit veita sera góðar vørur og tænastur. Farið verður undir at flyta í størri og meira nútímanshóskandi hølir, og hetta fer kundin at merkja á jaligan hátt, sigur hann. Stórbilar eiga ein bygning á Rituvíkshálsi, sum farið verður undir at nútímansgera, so at felagið kann flyta úr Hvalvík til Rituvíkar. Harumframt hava Stórbilar eitt verkstað í serflokki. Fakta: Stovnað: 2011 Umboð: Volvo Truck Denmark, Renault Trucks, Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar Starvsfólk: 8 ársverk Heimstaður: Hvalvík (verður flutt til Rituvíksháls) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021 21 Leygardagur 13. februar 2021 Fara at byggja sjey íbúðir á Eiði Spf. Búð fer nú undir at byggja sjey sambygd hús á Kolshjøllum SkrivaÐ: Nú verður farið undir at byggja sjey lykláklárar íbúðir á 95 fermetrar hvør á Kolshjøllum á Eiði. Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina. -Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, skrivar Eiðis kommuna. Frá húsunum verður frálíka útsýni oman yvir bygdina og suður gjøgnum Sundalagið. Søkt verður eftir einum leiðara til samskipa raksturin av kampingøkinum Mynd: Pól Sundskarð SkrivaÐ: Agnar Prestá Seinastu mongu árini hevur gamli fótbóltsvøllurin niðri á Møl á Eiði verður nýttur sum kampingøki, og Eiðis bygdaráð hevur nú samtykt, at haldast skal fram við hesum. Boðað verður frá hesum á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu, har tað eisini verður søkt verður eftir leiðara/fyrisitara, ið hevur áhuga og hegni at átaka sær at standa fyri og samskipa kampingøkið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 23 Leygardagur 13. februar 2021 Sjey nýggjar leiguíbúðir klárar í summar Arbeiðið við at innrætta gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til bústaðir gongur framá SkrivaÐ: Arbeiðið byrjar nú at líða við at innrætta sjey leigubústaðir í gomlu kommunuskrivstovuni á Bakkavegi 16 í Vestmanna. Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at íbúðirnar væntandi verða klárar at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í ár, skriva Bústaðir á heimasíðu síni. Tríggjar av teimum sjey íbúnum eru 105 fermetrar, harav tann eina er serliga rørsluvinarlig. Hinar fýra íbúðirnar eru 46 fermetrar. Teir hava verið á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í havnarnevndini. Mortan og Carl August hava nógvar hugsanir um, hvussu sølutorgið kann nútímansgerast-millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri. Arbeiðið verður væntandi liðugt í summar. Fleiri av heimsmálum ST’ s knýta seg til matvøruskipanir, og brúk er fyri umlaging av framleiðslu og brúki av mati, so at hetta kann gerast á burðardyggan hátt. -Umhvørvisvirðislønin hevur hvørt ár sett sjóneykað á altuellar avbjóðingar, og hóast vit fyrr hava havt vinnarar innan matvøruøkið, eru vit spent eftir at fáa innlit í framsøkin átøk í Norðurlondum, sum kunnu vera við í týdningarmenningini av burðardyggum matvøruætlanum, sigur Lars Hindkjær, sum er formaður fyri dómsnevndini fyri umhvørvisvirðislønina. Øll kunnu koma við uppskotum til hvør skal fáa virðislønina. Í 2013 fekk Sev virðislønina fyri fyri síni átøk at gera elveitingina í Føroyum grøna, og í fjør fekk Jens-Kjeld Jensen umhvørvisvirðislønina fyri at kanna og miðla lívmargfeldi í Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 26 Leygardagur 13. februar 2021 Tveir 25 ára starvsdagar hjá IRF Í januar vóru 25 ár síðani Óli Ólason Olsen og Páll Lervig byrjaðu í starvi hjá IRF SkrivaÐ: Sverri Egholm Í januar mánaði vóru 25 ár liðin, síðan Óli Ólason Olsen og Páll Lervig komu í starv hjá IRF. Tí varð skipað fyri móttøku í Leirvík og í Vági, har Óli og Páll arbeiða. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021 27 Leygardagur 13. februar 2021 Endin á kuldanum hómast Lýðka kann væntast um vikuskiftið og í komandi viku (Mynd: Pól Sundskarð) SkrivaÐ: Okkurt bendir á at drúgva kuldaveðrið við kava møguliga er við at fáa ein enda. Sambært fimm daga forsøgnini hjá DMI, fer hitamátarin at sníkja seg so mikið upp um vikuskifti, at møguleiki skuldi verið, at kavin bræðir. DMI sigur, at hitin verður fimm stig í dag, upp í átta sunnudagin og níggju stig mánadagin Yr. no bendir á sama bógv. Hini 98 prosentini drekka vanliga bara kranavatn, vísir ein kanning hjá spyr. fo SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hetta er ikki av tilvild. Orsøkin er, at nærum 100 prosent av drekkivatninum í dag er sóttreinsað, og vatnið er so reint, at mong meta, at tað er nógv tryggari at drekka kranavatn enn fløskuvatn. Og í løtuni renna 245 tons av lekrum reinum vatni um tíman úr Villingardali oman í Havnina. Bassengið Undir Gráasteini-har sum ellisakførini halda til í dag-varð bygt undir seinna kríggi, og tað varð brúkt, líka til vatnverkið í Villingardali varð tikið í nýtslu í 1988. Áðrenn vatnveitingin í Villingardali varð bygd, kom tað nógva vatnið úr Havnardali. Fyrsta vatnreinsiverkið kom í Havnardali í 1966. Tá kom glið á vatnútbyggingina. Krøv um reint vatn Í dag eru fólk nógv meira tilvitað um dygdina á vatninum. Vatnið skal vera klárt og reint, bæði kemiskt og bakteriologiskt. So er klárt hjá havnarborgarum at drekka. Bakteriufrítt kranavatn Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir ymisk krøv til vatnið. Talan er um nakrar sokallaðar normar, sum skulu haldast, og í hesum sambandi verða royndir tiknar á fleiri ymsum støðum í kommununi hvønn einasta mánað. Hvaðan bakteriurnar koma er ikki altíð gott at vita. Vatn rennir í byrgingina frá einum øgiliga stórum hagalendi, haðan nógvar ymsar bakteriur kunnu koma. Men tað stutta av tí langa er, at nærum 100% av borgarunum í kommununi nú fáa sóttreinsað vatn. Í Føroyum kostar vatn onki og vit hava vanliga ríkiligt av tí. Tí frossa vit, meðan onnur skrúva fyri, meðan tey busta tenn, hava stóra- og lítlaskol á vesikummuni og brúka sparibrúsur. Men tað er ikki heilt rætt, at okkara vatn onki kostar-vatnverkið kostar, kanningarnar kosta, fráboðanir og lýsingar kosta- og frossarí er helst altíð av tí ónda. At enda kann nevnast, at eitt, sum økir um nýtsluna av kommunalum vatni og minkar um keypið av fløskuvatni er, at skúlar og aðrir stovnar nú hava sonevndar vatnmaskinur, har næmingar og onnur kunnu fáa sær. Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021 29 Leygardagur 13. februar 2021 Grønanes komin á Vestmanna SJH Commercial Divers hava keypt tvíkilju úr Noreg, sum skal brúkast til ymiskt arbeiði SkrivaÐ: Sverri Egholm SJH Commercial Divers í Vestmanna hava keypt eina eina tvíkilju frá 2003 úr Noregi. Báturin hevur fingið navnið Grønanes, og kom á Vestmanna seinnapartin í hósdagin. Báturin hevur fýra motarar, og tveir av teimum eru av slagnum Volvo umframt tveir John Deere motorar. Á dekkinum eru tveir kranar, har annar kann lyfta 40 tons úti á trimum metrum út frá skipinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021 30 Leygardagur 13. februar 2021 SAS tekur føroyaflúgvingina upp aftur í apríl Fer at flúgva hvønn dag í viku frá 12. apríl–treytað av, at koronaavmarkingarnar verða slakaðar (Savnsmynd: Jens Kr. Tær báðar fyrstu vikurnar av apríl verða gjørdir ávikavist tveir og tríggir túrar, men frá mánadegnum 12. apríl verður flogið hvønn dag í viku. Flogið verður allar sjey dagarnar í vikuni fram til november, tá givist verður at flúgva leygardagar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 31 Leygardagur 13. februar 2021 Danski sjónleikarin Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin í TROM Olaf Johannesen hevur eisini ein av høvuðsleiklutunum–føroyska krimirøðin verður tøk á Viaplay í 2022 Ulrich Thomsen SkrivaÐ: Tað verður danski sjónleikarin, Ulrich Thomsen, sum verður at síggja í høvuðsleiklutinum í føroysku krimirøðini TROM um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson. –Tað verður ein spennandi røð, sum er sera viðkomandi politiskt í einum landi, sum er heldur óroynt á sjónvarpsmarknaðinum. Eg gleði meg at koma í gongd, sigur hann. Millum hini nøvnini á leikaralistanum eru eisini Olaf Johannesen, og danska sjónleikarinnan Maria Rich. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021 32 Leygardagur 13. februar 2021 KFUM-skótarnir í Havn 80 ár Stovningarhaldið verður at bíða til koronaumstøðurnar eru broyttar SkrivaÐ: Týsdagin 9. februar gjørdust KFUM-skótarnir í Havn 80 ár. Nakrir havnardreingir høvdu verið suðuri í Vági í august í 1940 á skótalegu. Thulesen prestur hevði stovnað KFUM-skótar í bygdini. Í 1939 stovnaði Palli Thomsen í Gøtu fyrsta KFUM-skótaarbeiðið í Føroyum. 9. februar 1941 vóru KFUM-skótarnir stovnaðir. Stovnararnir vóru: Niels Holm-Petersen, Karl Olsen, Mortan Mørk, Eivind Dahl og Albert Hansen. At byrja við vóru seks patruljur–í hvørjari patrulju 6-8 dreingir, og fundur var eina ferð um vikuna. Búnarnir vóru seymaðir úr grønlitaðum posalørifti. Summir nýttu eisini uniformsskjúrtur, sum teir litaðu. Onkur hevði frætt, at knappar við lilju á vóru at fáa í einum handli, og skjótt var øll goymslan keypt! Stuttbuksur og reyðhúgva hoyrdi eisini til búnan. Tá ið ein tíð var farin, fóru menn at hugsa um at stovna Seeonee-Flokkin, Úlvaflokkurin varð stovnaður 26. november 1944. Í 2019 var skótaarbeiðið á Argjum lagt saman við skótaarbeiðinum í Havn. Hesi seinastu árini hava skótarnir eisini bygt ein skótadepil Millum Tjarna í Havnardali og eina smáttu í Kirkjubøhaganum. Í dag telja KFUM-skótarnir tríggir úlvaflokkar, tvey skótalið, eitt ungdómsskótalið, 23 leiðarar, 45 ravnar og umleið 150 limir. Kunnað verður um tað seinni. Tá er eisini ætlanin at taka skótadeplin Millum Tjarna í brúk. Keldur: Skótablaðið Liljan 1979 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 33 Leygardagur 13. februar 2021 Klassikarin“ The Shining” í Filmsfelagnum Filmurin, sum eisini verður kallaður heimsins besti ræðufilmur, verður vístur í longu versjónini í Filmsfelagnum mikudagin SkrivaÐ: Tíðindaskriv Nú kavin liggur og latið verður upp eftir koronastongsilin, fer Filmsfelagið at vísa meistaraverkið hjá Stanley Kubrick,” The Shining”, sum byggir á skaldsøguna hjá Stephen King. Jack, ið skal vera húsavørður á hotellinum, hevur sett sær fyri at skriva í kvirruni. Men skjótt koma tey eftir, at ræðuligir loynidómar eru fjaldir á hotellinum. Jack verður óútrokniligur, og konan og sonurin mugu sanna, hvussu avbyrgd tey eru burturi frá øllum uppi í fjøllunum. Harumframt eru Scatman Crothers, sum er Jack Halloran, ið hevur“ the Shining ability”, sum the Stephen King Wiki sigur, og Joe Turkel, ið er barrvørurin. Filmurin, sum á donskum hevur tað eitt sindur meira ræðandi heitið“ Ondskabens hotel”, er almenn og hevur 15 ára aldursmark. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2021 34 Leygardagur 13. februar 2021 Kim Kielsen heldur fram við minnilutastjórn Ongi nýggj landsstýrisfólk sett eftir at Demokraterne hava tikið seg úr grønlendsk alandsstýrinum Kim Kielsen (Savnsmynd) SkrivaÐ: Siumut og Nunatta Qitor halda fram sum minnilutastjórn eftir at flokkurin Demokraterne hava tikið seg úr landsstýrissamstarvinum í Grønlandi. Sum skilst, eru Demokratarnir ikki samdir við nýggju linjuna hjá Siumut eftir at Erik Jensen er blivin formaður. Á tíðinadfundinum í Nuuk í dag boðaðu Kim Kielsen og Vittus Qujaukitsoq frá, at flokkarnir halda fram, tí tað ikki tykist vera meiriluti fyri at skipa eina aðra samgongu. Demokratarnir boðaðu mánadagin frá, at flokkurin ikki er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, og ætlar at føra samráðingar um hvørt málið sær. Hini landsstýrisfólkini halda fram óbroytt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021 Ein kanning vísir tó, at 47 prosent av skotum framvegis ynskja fullveldi, meðan 42 prosent eru ímóti, og 10 prosent eru ivasom Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, hevur sagt, at hon ætlar at skipa fyri fólkaatkvøðu, um flokkur hennara, skotski tjóðskaparflokkurin, fær eitt gott val í mai (Savnsmynd) SkrivaÐ: Í Skotlandi er undirtøkan fyri loysing minkað við fýra prosentum, men ein meiriluti tekur framvegis undir við fullveldi, vísir ein kanning, sum varð almannkunngjørd í dag. Sambært meiningakanningini, sum Savanta ComRes hevur gjørt fyri The Scotsman, tóku 47 prosent av teimum spurdu undir við loysing frá restina av Stórabretlandi, meðan 42 prosent søgdu seg vera ímóti (fýra prosent fleiri enn áður). Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021 36 Leygardagur 13. februar 2021 Politikararnir sluppu til rýmingar í seinastu løtu Nýggjar myndir kunngjørdar frá álopinum á Kongressina 6. januar (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Filmsupptøkur sum higartil ikki eru vístar alment, vórðu lagdar fram í vikuni undir ríkisrættarmálinum móti fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump. Upptøkurnar eru fyri ein stóran part eru frá vakmyndatólunum í Kongressini, og tær vísa hvuss nær við, at uppøsta mannamúgvan var við at koma fram til politikararnar inni í Kongressini, tá tey trongdu seg inn 6. januar. -Hetta gevur tár í hjartanum og í eygunum. Hetta hendi eftir at Pence saman við familjuni hevði fjalt seg í einum høli nærhendis Senatið. -Donald Trump gjørdi Mike Pence varaforseta til eitt mál. Hann leyp á varaforsetan á sínum veljarafundum, í sínum røðum og á Twitter, segði Joaquin Castro, ein av demokratisku ákærunum. Tey vóru komin til høvuðsstaðin fyri at stuðla uppáhaldinum hjá forsetanum um at hann vann valið móti Joe Biden í november. Verjarnir hjá Trump hinvegin vísa á, at fyrrverandi forsetin bert brúkti sín talurætt og helt eina politiska røðu, men at hann ikki kann ábyrgdast fyri tað, sum mótmælisfólkini framdu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021 37 Leygardagur 13. februar 2021 Oljuprísur meira enn trýfaldaður seinasta árið Oljuprísurin er seinastu vikuna hækkaður við 11 prosentum og rakk týsnáttina 61 dollarar fyri tunnuna SkrivaÐ: So kom dagurin, tá oljuprísurin aftur náddi gomlum hæddum, nevniliga 60 dollara markinum. Seinastu tríggjar mánaðirnar er prísurin hækkaður við 50 prosentum. Hetta er fyrstu ferð síðani januar í fjør, at prísurin er farin upp um 60 dollarar. Hyggja vit eftir prísgongdini síðani koronasóttin tók dik á seg í mars/apríl í fjør, so var oljuprísurin 60 dollarar í januar 2020. Hetta vil norska greinarafyritøkan Rystad Energy vera við. Tað er áhugavert at leggja til merkis, at oljuprísurin hækkar í eini tíð, har koronasóttin framhaldandi ger um seg kring heimin, og harvið er flutningur so sum flogferðsla framvegis nógv darvað. Sambært Bloomberg er avmarkingin í framleiðsluni í løtuni uppá 7 milliónir tunnur men væntandi fara londini í Opec og Russland um tveir mánaðir at umrøða avmarkingina aftur og møguliga minka um avmarkingarnar. Hetta merkir, at eftirspurningurin fer at heinta innaftur 60 prosent av mongdunum, sum vórðu mistar í sambandi við koronasóttina, stendur at lesa í mánaðarligu frágreiðingini frá IEA fyri februar. Kortini verður roknað við minkandi eftirspurningi í byrjanini av árinum, við umleið eini mió. tunnum um dagin í fyrsta ársfjórðingi. Hon verður tann fyrsta av sínum slag í heiminum og skal savna og senda víðari streym frá vindmylnulundum til havs, sum tá skulu lata streym til 3 milliónirt húsarhald í Danmark og síðani lata streym til onnur lond í grannalagnum eisini. Hon verður uppá 3 GW men endaliga orkuframleiðslan, tá øll orkuoyggjaverkætlanin er liðug, fer at røkka 10 GW. Nú verður so arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt. Umleið 200 vindmyllur fara at framleiða streym til nýggju orkuoynna í umleið 2033-Vit vilja fegin vera við til at flyta grøna skiftið, sum vit meta henda verkætlanin er týðandi partur av, sigur nevndarformaðurin í Andel, Jens Stenbæk. Samtakið hevur longu eina verkætlan klára, sum hevur fingið heitið VindØ. Mett verður at ein slík orkuoyggj saman við vindmylnulundum fer at kosta 210 milliardir krónur. Umframt mannagjørdu orkuoynna í Norðsjónum fevna ætlaninar eisini um at brúka Bornholm sum orkuoyggj, sum fær streym frá havmyndmyllum, ið tilsamans skulu framleiða 2 GW. Í dag framleiðir Danmark 1,7 GW av streymi frá havvindmyllum. ES hevur sum mál at menna vindorkuna til 300 GW innan 2050. Danska samfelagið hevur m. a. bygt sína vælferð og menning seinastu 50 árini á nettupp framleiðslu av olju og gassi. Nýggja mannagjørdar orkuoyggin fer at liggja onkunstaðni í Norðsjónum 80 kilometrar út fyri Jútland. Bornholm fer so eisini at verða ment til eina orkuoyggj. Loockheed ger hesa rúmdarverkætlanina, tí stórur eftirspurningur er eftir at fáa sent fylgisveinar–onkrir ikki størri enn ein skógvaeskja–í ringrás um jørðina. Lockheed fekk í 2018 23,4 milliónir pund frá bretsku stjórnini til at menna eina rúmdarverkætlan, sum ætlandi skuldi vera á A’ Mhoine hálvoynni í Sutherland, norðast í Skotlandi, men áhugin er nú fluttur til Hetlands ístaðin. Nú er so felagið ABL Space Systems komið við í ætlanina. Tað verður mett at norðasta oyggin í Hetlandi er eitt gott stað at brúka til útsending, tí um útskjótingin miseydnast, so endar rakettin á sjónum, skrivar BBC. Føroya Tele samstarvar við Shetland Space Center um at gera eina støð í Føroyum, ið tekur niður dátur frá rakettunum í sambandi við útskjótingarnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2021 41 Leygardagur 13. februar 2021 Fjórðingsmillión í føðingardagsgávu Andreas Berg úr Porkeri vann konuni Elsu, sum hevði føðingardag, 250.000 krónur í Gekkinum SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað var stór frøi heima hjá Andreasi og Elsu Berg í Porkeri fríggjakvøldið. -Jaaaa, ljóðaði í telefonini tá Andreas lendi á gula leypinum, og vann fjórðingsmilliónina. -Tað er fantastiskt. Konan hevur føðingardag í dag, so hetta kom væl við, segði Andreas Berg og takkaði fyri. Tað váttar beiggin fyri blaðnum Washington Post. Flynt gav út blaðið Hustler, eitt blað við pornografiskum tilfari, og átti eisini sjónvarpsstøðina Hustler TV. Larry Flynt náddi at vinna sær virði fyri yvir 150 milliónir dollarar, og hann var ofta skýrdur við heitinum‘ porno-kongurin’. “ The People vs. Larry Flynt” eitur filmurin, har Woody Harrelson spældi leiklutin sum Larry Flynt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2021 43 Leygardagur 13. februar 2021 Svimjari, rógvari ella fótbóltsspælari í uppskoti til ÍtróttaNavn 2020 Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru í uppskoti Sverri Sandberg Nielsen varð valdur ársins ÍtróttaNavn fyri einum ári síðani (Savndmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Royndi svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld, eru í uppskoti at fáa heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2020. ÍtróttaNAVNIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á Ítrótta-FAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Vár vann allar sínar finalur í FM í november–tilsamans 13 gullheiðursmerkir á stuttgeil. Vár eigur harumframt 10 føroyskt met. (Savnsmynd: Bjarni Enghamar) Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær við gullinum evropameistaraheitið í single sculler í EM í Poznan í Póllandi í 2020. Vang) Jóan Símun Edmundsson hevði eitt gott kappingarár í 2019, hóast hann stríddist við skaðar. Hann var ein av lyklaleikarunum hjá Arminia Bielefeld, sum vann sær uppflyting til Bundesliguna. ÍtróttaNAVNIÐ fær umframt heiðurin eisini 5.000 krónur í gávu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021 44 Leygardagur 13. februar 2021 Trý mennandi átøk tilnevnd til ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru øll í uppskoti til ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 Skúlafótbólturin er millum tey átøk, sum eru í uppskoti til heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru mennandi og nýhugsandi átøk, sum eru í uppskoti til fáa heiðurin ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. februar. ÍtróttaÁTAKIÐ 2020 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt. Fimleikur fyri øll er eitt átak, har Føroya Fimleikasamband hevur sett sjóneykuna á møguleikan at gera fimleik heima við hús. Øll kunnu vera við í Skúlafótbóltinum, ið fer fram um heystið, veturin og várið, og sum endar við einum stórum finaludegi, har allir aldursbólkar heilt frá 1. flokki upp til miðnám spæla í finalunum. Faroe Islands Handball Cup var átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Umleið 400 børn og ung vóru við í kappingunum í Marghøllin í Vági, sum var karmur um eitt væl skipað tiltak. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021 45 Leygardagur 13. februar 2021 H71 á veg í finaluna-Neistin hevur fyrimunin í uppgerðini við KÍF Tað var steypadrama í Kollafirði og á Skála. KÍF syrgdi móti endanum fyri, at munurin bert er eitt mál áðrenn seinnu hálvfinaluna-H71 fekk økt um munin seinastu løtuna móti StÍF Tað er framvegis púra opið millum Neistan og KÍF, ið dystast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vórðu leiktar mikukvøldið. Í Kollafirði leikaði ógvuliga javnt á tað mesta av vegnum, men tíggju minuttir fyri tíð legði Neistin seg á odda við trimum málum, og tá Herbjørn Lava skoraði í 24. minutti var tað til 20-24. H71 fekk síðani betri tamarhald og vendi tí uppá tíggju minuttir til eina tvey-máls leiðslu til sín fyrimun. StÍF fekk tó svarað aftur áðrenn hálvleik, og í steðginum var javnleikur 13-13. Royndi Jóannes Prestá-toppskjúttin hjá StÍF-roynir at verja fyri roynd hjá unga talentinum, Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdi mun fyri H71 fyrsta partin av øðrum hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm) Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki vóru tað verjurnar, ið serliga myndaðu dystin. Hann kom inn í H71-málið og byrjaði við at bjarga brotskasti frá Bjarna Selvindi umframt returbóltinum. Langskot fekk hann eisini fatur á, og tað loysti seg ikki at lobba móti Ára, ið eisini megnaði at bjarga og koppa málinum í somu atgerð. Hetta var, tá hann kom tvísporandi inn á vøllin, eftir at annars fína sjey ímóti seks spælið hjá H71 miseydnaðist, og við hesi bjargingini tók royndi málverjin uppaftur meira brodd av StÍF, ið nú skal vinna við minst fýra-um teir fáa 27 ella fleiri mál-ella fimm málum í Hoyvík. Odds BK, betri kent sum Odd og fyrr Odd Greenland, endaði á 7. plássi í Eliteserien í fjør. Hetta var trý pláss frammanfyri Brann, og Odds BK fekk sjey stig fleiri, enn liðið ið Gilli Rólantsson spældi á. Tvøramaðurin hevur spælt 97 dystir í bestu norsku deildini. Avdúkað varð, at Odds BK hevði hugt nógv eftir Gilla seinasta árið. Gilli segði sjálvur, at hann hevði verið í Føroyum eina tíð og umhugsað seg, men at Odds tyktist sum tað rætta staðið at spæla fótbólt næstu árini. Nú gleðir hann seg bara at koma í gongd, og tað sleppur hann beinanvegin. Tá hevur ligið leingi í kortunum, at 07 Vestur ynskti at styrkja um hópin við einum áloypara og einum miðvallarleikara. Tann seinni av hesum eru nú fingin upp á pláss, við 24-ára gamla Martin Heiberg, sum flytir úr Raufoss úr OBOS-liguni, næstbestu deildini, í Noregi. Martin hevði tíðandi leiklut í uppflyting teirra í fjør, og fer at vera 07 Vestur góður styrkur hetta komandi kappingarárið, skrivar felagið á heimasíðu síni. Hetta kappingarárið kemur talið av liðum upp á átta. Tað er greitt eftir at 07 Vestur hevur kunngjørt, at kvinnuliðið hjá vágafólkum á fyrsta sinni verður at síggja í Betri deildini. 07 Vestur luttók í 2018 fyrstu ferð við kvinnuliði. Trý nýggj lið verða sostatt at síggja í bestu kvinnudeildini í 2021. Víkingur hevur tikið seg burturúr samstarvinum við ÍF og B68, og fer at hava egið lið, meðan felagsliðið AB/B71 eins og 07 Vestur, flytur upp í bestu deildina. Liðini í Betri deildini fyri kvinnur eru: KÍ, NSÍ, HB, B36, EBS/Skála, Víkingur, AB/B71 og 07 Vestur. Í 2007 nam Frankie Jensen sær útbúgving sum UEFA-A venjari í Danmark, og hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur m. a. staðið á odda fyri ÍF Føroyum tá teir vunnu sær sæti í Keypmannahavnarseriuni, og hevur staðið á odda fyri U18 hjá HB, tá teir vunnu greipuna í 2011. Saman við Høgna Egilstoft og Pól Hendrikki Andreassen hevur 07 Vestur eitt sterkt toymi at brynja kvinnurnar til Betri-deildina. Sostatt verður einki mótvalevni, og Christian Andreasen kann halda fram sum forseti í Fótbóltssambandinum minst eitt skeið afturat. Christian Andreasen hevur verið FSF-forseti síðani 2010. Hann sigur við útvarpið, at menningarætlanin sum FSF hevu gjørt fyri næstu fýra árini snýr seg um at skapa betri karmar til føroyska fótbólt, at menna kvinnufótbóltin og at seta fokus á ungdómsfótbólt. Fríðin Ziskason og Róin Schrøter stilla uppaftur, meðan Jákup Martin Joensen, sum hevur verið í farloyvi seinastu tvey árini, hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Í staðin verður Odmar Selfoss, ið hevur avloyst Jákup Martin Joensen, millum valevnini, og tað sama verða Rúni Herup Olsen og Kenneth Hovgaard. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2021 51 Leygardagur 13. februar 2021 Tróndur Vatnhamar aftur í HB Seinastu árini hevur hann verið málmansvenjari hjá grannunum fyri sunnan, men í ár verður tað HB Frøi á monnum- og Vatnhamar uttast til vinstru-undir dystinum móti The New Saints í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja í HB-húsinum. Tróndur Vatnhamar er eisini kendur úr miðlunum, har hann millum annað hevur sendingina Fótbóltsprát í Kringvarpinum. Meðan hann var málmansvenjari í B36, umrøddi gestirnir KÍ, og hetta fekk venjaran í KÍ at gera vart við sína ónøgd. Tað hevði við sær, at annars fryntligi veturin var tikin av sendingini eitt tíðarskeið. Tað var fraklendingurin Benjamin Pavard, ið skoraði einsamalla málið í finaluni á Tigres úr Meksiko. Tað kom eftir eitt lítið korter í øðrum hálvleiki. Dysturin varð spældur í Katar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2021 53 Leygardagur 13. februar 2021 Steypakappingar í amboðsfimleiki um vikuskiftið Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík–59 børn og ung eru meldað til (Savnsmynd: Haldur Suni Johansen) SkrivaÐ: Um vikuskiftið verða steypakappingar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. Føroya Fimleikasamband boðar frá, at 59 børn og ung eru meldað til kappingarnar. Talan er um 35 dreingir/menn, og 24 gentur/kvinnur. Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir. Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj. Skráin sunnudagin Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari sunnudagin ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg SkrivaÐ: Tíðindaskriv Havnarmenn høvdu mannað seg væl á B-liðnum til dystin móti Sandavágs Talvfelag. Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol mannaðu fremru borðini, á aftaru borðunum telvaðu Rógvi Mortensen og Suni Merkistein. Men alt til fánýtis. Havnarmenn dragna FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur ilt við at halda tørn í toppinum. Sigrarnir eru ikki so sannførandi sum hjá vágamonnum. Hóast havnarmenn høvdu mannað seg væl til dystin í dag, so var tað við bit og slit, at teir knógvaðu øðrum liði hjá klaksvíkingum. Og á fjórða borði tapti Sjúrður Thorsteinsson við hvíta fólkinum fyri Esbern Christiansen. Hetta kom eisini heldur dátt við, tí Sjúrður hevur meira enn 300 ratingstig fleiri enn Esbern. Havnarmenn gjørdu bart á miðborðunum. Klaksvíkingar vunnu kortini stórsigur á kollfirðingum, sum ikki vóru so væl mannaðir. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu á Bernhardi Thomsen, Hanusi Joensen og Rógva Mørkøre, men á triðja borði eydnaðist strandinginum Eivindi Jacobsen at fáa remis móti Steintóri Rasmussen. Vestmenningar suverenir Hóast trý umfør eru eftir í landskappingini, er leiðslan hjá vestmenningum í 2. deild nú so mikið trygg, at uppflytingin í 1. deild fer neyvan at svitast. Sandavágsmenn vunnu á kollfirðingum, og botndystin vunnu havnarmenn á runavíkingum. Úrslit og støðan í 2. deild: Dystirnir í áttanda umfari í 1. deild verða 21. februar. Tá eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík A, Kollafjørður-Havnin A og Klaksvík B-Havnin B. Tíggjunda og síðsta umfar verður 13. mars. Patriots hevur eins og Pittsburgh Steelers vunnið seks Super Bowls, og tað eru liðini, sum hava vunnið flest. Men tað er nú ein leikari, ið hevur vunnið Lombardi-steypið fleiri ferðir enn nakað lið hevur. 43-ára gamli Brady vann sína fyrstu Super Bowl í 2001. Her kastar tann 43-ára gamli sítt fyrsta touchdown. Hann varð valdur til mest virðismikla leikaran í dystinum (Mynd: EPA) Stóri maðurin við 87-talinum tók yrkisleiðina uppaftur saman við Brady í Tampa. Í finaluni var hann aftur sera týdningarmikil fyri nummar 12 (Mynd: EPA) Kansas City Chiefs vunnu Super Bowl í fjør, og við unga Patrick Mahomes á odda sær framtíðin hjá liðnum sera bjørt út. Brady spældi sera væl, og fann tvær ferðir Rob Gronkowski, sum hann eisini hevði sera gott samstarv í New England, máløkinum, og einaferð Antonio Brown, sum eisini er komin inn at styrkja liðið. Álopið koyrdi harvið næstan sum smurt, men verjan var eisini ógvuliga sannførandi. Serliga var Devin White framúr, men royndi Jason Pierre-Paul var eisini umráðandi viðvíkjandi at leggja stórt trýst á Mahomes. Nummar 15 tapti, og tað gav honum pínu-bæði so og so (Mynd: EPA) Í 2. hálvleiki-eftir at The Weeknd hevði gjøgnumført eitt gott "half time show"-fekk sterki runningbakkurin, Leonard Fournette, eitt touchdown, og so snúði tað seg bara um at koyra tað heim. Brady og Fournette fegnast (Mynd: EPA) Abel Makkonen Tesfaye-betri kendur sum The Weeknd-úr Kanada framførdi "Blinding Lights" og aðrar kendar sangir (Mynd: EPA) "Bucs", við Bruce Arians sum høvuðsvenjara, vunnu við 22 stigum. Tað er størsti munurin í finaluni í NFL hevur síðani í 2014, tá Seahawks vunnu á Broncos við 35 stigum. Hesaferð eri eg farin til Syðrugøtu. Ovarlaga í bygdini er sera nógv byggivirksemi. Nógv sethús eru í gerð, men mitt í nýggja býlinginum standa eini deilig nýbygd svørt hús-nýbygd og hálvbygd, kunnu vit kanska siga-men hóast tey enn eru í gerð, havi eg valt at farið framvið, tí eg haldi avgjørt, at hesi húsini kunnu verða við til at geva øðrum íblástur. Saman eiga tey Nóa 4, Jósef 1,5 og Sól 3 mðr. Tað fyrsta eg leggi til merkis, er flotta blanka” marmor-look-gólvið”. Tað mestsum dregur meg inn inn í durin. Upp gjøgnum trappurnar sæst ein fantastiska flottur plantuveggur. Tað eru kunstplantuplátur, sum tey hava skrúvað upp á veggin. So stórt og so bergtakandi! Ongin veggur í húsinum er hvítur, men tey stóru glasvindeyguni og stóru glasflaturnar gera, at húsini tola tað. Og so er tað Gøtuvíkini fyri at takka, at man frá spísiborðinum í køkinum kann gloyma bæði tíð og stað. Útsýnið er so heilt ótrúliga vakurt, og tað hava tey útnyttað til fulnar. Úr køkinum traðkar tú eitt trin niður stovuna. Har er meira róligt. Man kann kanska ikki skilja stovuna frá køkinum beinleiðis, men har er so ein leðursofa við sjónvarpi og síðan tveir lenistólar, ið venda móti peisini, sum bindir stovu og køk saman. Út frá køkinum kanst tú síðan eisini fara beint út á eina stóra terassu, sum kann brúkast bæði til størri forsamlingar, ella bara eitt lítið grillkvøld. Eg fái eina eksotiska kenslu, tá eg komi inn á vesið. Grønir, stórir flottir flisar og gull armatur. Man sær, at tað er hugsað um hvørja detalju, og saman við plantunum merkir tú eina behagiliga vælveru. Har kundi eg í øllum førum brúkt nógva tíð. Tey hava bara eitt sovikamar til øll fimm enn. Hendan dagin eg var framvið, royndu vit tó at skúgva óruddið sum frægast, soleiðis at tað ikki skuldi órógva og skapa stílforvirring, men–sum endamálið jú er-geva íblástur til innrætting. So hetta er ikki ein lýsing av lívinum hjá eini barnafamilju, men ein rapportaga, av einum nýbygdum húsum, sum vónandi kann nýtast konstruktivt hjá onkrum tykkara. At enda spurdi eg tey, hvaðani tey fáa íblástur, hvat tey eru glað fyri, og hvørji góð ráð tey kunnu geva:” Vit hava bæði leingi verið áhugað í innrætting. Okkum dáma so sera væl hotellir, og tað hava vit eisini roynt at tikið við. Vit hava reyðan tráð gjøgnum húsið, uttan at rúmini eru ov eins. Svart, grátt, glas, træ og gull er gjønumgangandi. Góð ráð: Leiti og spyrji um góð ráð aðrastaðni, men lurti mest eftir tykkum sjálvum, og gerði tað sum tit ætla, men tað má sjálvandi verða realistiskt. Viðhvørt kann tað loysa seg at gjalda seg frá onkrum, sum vit gjørdu, og tað hjálpti væl, serliga uppá móti.” So fari eg at takka fyri meg her úr Syðrugøtu. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin eg havi tikið. Eg havi havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast eg havi valt tann minimalistiska stílin til mítt heim, dámar mær flest allar stílir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2021 |
Við atliti til samgonguna og serliga Miðflokkin. Í hesi vikuni vóru tað aftur fleiri tinglimir úr bæði A og B, sum atkvøddu beint móti egnu sannføring. Fyri at tekkja fíggjarmálaráðharranum, fólkafloksformanninum, sum knappliga hevði definerað sín egna og harvið samgongunnar umhvørvispolitikk í stríð við bæði egnan umhvørvisráðharra–ikki fólkafloksmaður, sjálvandi–og við almenna umhvørvisstovnin. Johan Dahl–sambandsmaðurin, sum tordi at atkvøða saman við andstøðuni í barsilsmálinum–var so deiliga ærligur, tá hann í gjárkvøldið varð spurdur í Degi og Viku hvønn flokk hann helst vildi arbeiða saman við. Kanska eitt sindur opportunt, nú Javnaðarflokkurin í nýggjastu veljarakanningini aftur staðfestir sítt støði, sum tann flokkurin, sum fær nógv størstu undirtøku veljarunum, meðan tey streyma í hópatali undan Sambandsflokkinum og serliga Fólkaflokkinum. Støðan í dag er ikki ólík støðuni, tá Sambandsflokkurin sat við leiðsluni saman við Fólkaflokkinum seinast. Heldur ikki høvuðsstaðarøkið og onnur øki. Vit telja einar 1200-1300 atkvøður, sum tykjast ikki at vera nøgdar við verandi politikk–oman fyri 2.000 um atkvøðurnar hjá Kaj Leo og Erhardi Joensen verða taldar við. Og møguliga er sama skil í Fólkaflokkinum. Men royndirnar vísa, at hann bert heldur til næsta val, tá hin parturin aftur verður valdur at stýra. Hvat er tá vunnið? Hvat er galið við at leita fram breiðar semjur í tráð við fólksins vilja, semjur sum halda? SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 5739 Lisnar síður: 30859 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. Her verða vístar myndir av, hvussu fiskurin verður handfarin, tá hann verður blóðgaður á virkinum í Arnish. Víst verður eitt nú, hvussu fiskarnir, ið tykjast verða á lívi, verða bukaðir í heysin við einum gassa. Og vit kunnu skjótt verða samd um, at fiskurin verður ikki tespiliga handfarin. Alt bendir eisini á, at upptøkurnar eru gjørdar áðrenn vit yvirtóku skotska alifelagið, sigur Odd Eliasen. Regin Jacobsen sigur, at tey hava illgruna um, at filmurin er upptikin av tveimum monnum, sum vóru í starvi í felagnum eitt stutt tíðarskeið á sumri í 2019. -Vit halda, at talan er um tveir mans úr Suðuronglandi, sum arbeiddu á virkinum nærhendis Stornoway. Allir føroyingar vita, hvussu ein fiskur verður blóðgaður, og at hann kann sprakla eisini eftir at hann er deyður. Man tað er ikki so lætt at greiða einum keypara í onkrum stórbýi frá hesum, sigur Odd Eliasen. Ásannast má, at langt er millum hugburðin hjá laksaalarunum, sum royna at drepa fiskin so“ humant” sum gjørligt, og felagsskapirnar, sum nú eru farnir í hernað móti drápsháttinum. -Vit eru sjálvandi noydd at fyrihalda okkum til slík tíðindi, sum onkrir miðlar taka upp beinleiðis frá hesum felagsskapum, tí tað er neyðugt at greiða øllum okkara viðskiftafólki frá, at okkara drápsháttur hevur allar neyðugar góðkenningar. -Vit eru eisini áhugað í at drepa fiskin so“ humant” sum gjørligt, tí vit vita, at tað gevur betri góðsku, og góðska er altíð eitt mál hjá okkum. Uppmerksemið gevur fleiri kundar Stjórin í skotska partinum av Bakkafrost, Odd Eliasen, viðgongur eisini, at nógv arbeiði verður brúkt upp á at svara fyrispurningum frá kundum, tá slíkar søgur koma fram í miðlunum. Bæði hann og Regin Jacobsen vísa á, at Scottish Salmon Company hevur eina bretska góðkenning, sum sigur at fiskurin verður avlívaður á humanan hátt. -Tey, ið veita hesar góðkenningar koma javnan á ófráboðaðar vitjanir hjá okkum, og tí kunnu vit við góðari samvitsku siga, at okkara drápsháttur er hin rætti, sigur Regin Jacobsen. Verður“ stunnaður” fyrst Stjórin í Bakkafrost greiðir frá, at fyrr var vanligt at avlíva laks, eins og annan fisk, við at blóðga hann og fiskurin so doyði spakuliga við at blóðið rann úr honum. -Tú kanst sammeta hetta við, tá vit drepa seyð. Vit brúka seyðabyrsu við píki áðrenn við svava. Í“ stunnaranum” er eisini ein píkur, sum fer niður í høvdið á fiskinum, sum doyr í stundini, eisini hóast hann kann sprákla eftir tað. -Eg havi vitjað á virkinum í Arnish fleiri ferðir, og ikki eina tí einastu ferð havi eg sæð, at fiskur liggur og sløðist á gólvinum, eins og tað sæst á hasum filminum. Tað er eisini púra burturvið, tá vit síggja menn, sum nærmast skumpa spráklandi fisk á gólv, sigur Odd Eliasen, og vísir harvið á, at talan er um“ framleiddar scenur”. Tá tað er sagt, so kann Odd Eliasen ikki geva nakra vissu fyri hvussu viðurskiftini vóru áðrenn Bakkafrost yvirtók skotska felagið. Tí hava vit móttøkustøður, har fiskurin verður blóðgaður fyri seinni at verða fluttur á kryvjivirki. Vit royna støðugt at halda eina menning í okkara framleiðslu, og hava longu nú brúkt nógvar pengar til at menna okkara framleiðslu í Skotlandi, sigur Odd Eliasen. Scotish Salmon Company hevur trý kryvji- og góðskingarvirki. sum elsta vinnuvirkið í Leirvík- og sum í hálva øld framleiddi fiskavørur til føroyska marknaðin-varð stovnað. Og 45 ár síðani, at Rasmus Hansen fór undir framleiðslu av eitt nú teimum tiltiknu Leirvíksknettunum. -Í dag fevnir virksemi okkara eisini um hesar báðar fyritøkurnar, sum vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðani, og samstundis er alt virksemið savnað undir somu lon í fyrrverandi Knettahúsinum á Toftanesi 33, greiðir Jan Erlingsson Petersen, stjóri, eldhugaður frá. -Við hugskoti, sprottið úr fiskapylsum og fiskakøkum, sum Kjøt-Mikkjal i Klaksvík gjørdi til” Føroyar í fokus”-framsýningina í Danmark í 1986, hildu vit, at gulllaksafarsið var tað rætta tilfarið at framleiða burturúr, greiðir Jan E. Petersen víðari frá. Eftir at Eli varð keyptur úr fyritøkuni, stovnaðu Tavan og Jan PrimaFisk, sum teir róku í felag til 2013, tá Jan gjørdist einsamallur eigari. Virksemið helt tó fram saman við og á Tavuni. -Eg havi ongi spennandi roknskapartøl at vísa tykkum. Men vit hava samanumtikið klárað okkum við skinninum á nøsini, staðfestir hann vælhýrdur. Omman kveikti áhugan Um áhuga sín fyri matgerð, greiðir hann soleiðis frá:-Omma mín arbeiddi hjá Kjøt-Mikkjali í Klaksvík. Fitiinnihaldið kemur av fiskafiti og plantuolju. Yvirtók Knettavirkið-Tá vit í síni tíð fóru undir framleiðsluna av fiskapylsum, búffum og suppu, avtalaðu eg og Rasmus á Knettavirkinum, at vit ikki skuldu framleiða vørur í kapping ímóti hvør øðrum, og hetta var galdandi so leingi sum vit vóru undir hvør sínari lon. -í 2018 yvirtók eg fyrst raksturin av virkinum hjá honum, men keypti síðani virkið. -2020 royndist misjavnt. Virkið lá stilt frá juli 2019 vegna umbygging, eftir at alt virksemið varð flutt undir sama tak. Vit lótu upp aftur í februar, men longu í mars varð landið rakt Koronu. Vit arbeiddu hvønn arbeiðsdag í 2020, og arbeiðið er støðugt enn. Føroyingar hava stuðlað sera væl og staðið saman um føroyska framleiðslu, og tað eru vit teimum sera takksom fyri! Bjartskygd-Hvussu eru so útlitini í løtuni? -Vit hava eitt breitt vøruúrval, men arbeiða alla tíðina við at økja um vøruúrvalið. Beint undan jólum framleiddu vit sum eina roynd eina vælumtókta jólasild í samstarvi við Tavuna, og í næstum kemur ein nýggj sild á marknaðin, avdúkar Jan E. Petersen at enda. Jólasildin, ið varð framleidd í samstarvi við Tavuna. Í næstum kemur onnur sildavøra á marknaðin Poula Heinesen við miksaran (Mynd: Jens Kr. Vang) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2021 Óvist er, um talan er um sama persón, ið hevur skrivað. Málini fyri tingfundin, sum var á skránni hósdagin snúðu seg ikki um loysing. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Ein veljarkanning sum Spyr. fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum vísir, at samgongan hevði mist tveir tingsessir og mist meirilutan um val var í dag. Sambært kanningini, sum varð gjørd hósdagin, er tað Fólkaflokkurin sum hevur størstu afturgongdina, og fer úr átta niður á sjey tinglimir við 19,6 prosent av atkvøðunum. Løgmansflokkurin hevur afturgongd, men ikki líka stóra sum Fólkaflokkurin. Tingmannabýtið: Fólkaflokkurin 7 tingsessir (-1 í mun til LV 19) Sambandsflokkurin 6 tingsessir (-1 í mun til LV 19) Javnaðarflokkurin 10 tingsessir ( + 3 í mun til LV 19) Sjálvstýri 0 tingsessir (-1 í mun til LV 19) Tjóðveldi 6 tingessir (Eingin broyting í mun til LV 19) Framsókn 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV 19) Miðflokkurin 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV 19) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021 8 Leygardagur 20. februar 2021 Hevur gingið væl at koppseta í Føroyum Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, er niðurstøðan í nýggjari støðulýsing, sum Heilsumálaráðið hevur almannakunngjørt–Føroyar hava koppsett fleiri fyri hvørji 100 íbúgvar enn onnur Norðurlond, og tey flestu, sum hava fingið tilboð um koppseting, hava tikið av Mynd: Ólavur Frederiksen SkrivaÐ: 30. desember 2020 varð farið undir at koppseta fyri covid-19 í Føroyum, og tey, sum fingu fyrstu koppsetingarnar, verða nú endurkoppsett. Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, undirtøkan hevur verið sera góð, og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg, skrivar Heilsumálaráðið. Tilsamans eru 4.134 fólk koppsett í Føroyum, ið svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum. Av teimum, sum eru liðugt koppsett eru 1.220 heilsu- og røktarstarvsfólk og ein sjúklingur í serligum vandabólki. Øll heilsu- og røktarstarvsfólk í fremstu røð hava fingið bjóðað koppseting. Hava koppsett fleiri kvinnur enn menn Í støðulýsingini sæst eisini kynsbýtið á teimum, sum eru koppsett í Føroyum. Fá fólk eru í aldursbólkinum 16-19 ár. Førarin hevur helst verið óansin, tá ein ruskbilur hjá IRF gleið av vegnum undir Ryski í Sørvági um middagsleitið í mánadagin. Í 2020 skuldi landskassin soleiðis hava í minsta lagi 2,9 milliardir krónur í gjaldføri. Eisini var freistin at rinda tollgjøld longd. Av tí at óvissan um inntøkur og útreiðslur landskassans var so stór í byrjanini av Covid-19 farsóttini, valdi løgtingið harafturat í juni 2020, tá landskassin kortini skuldi út at endurfíggja eitt lán, at læna 1,6 milliardir krónur eyka. Samlaða lántøkan var 2,945 milliónir krónur, har 1,345 milliónir skuldi brúkast til at rinda skuld, sum fald til gjaldingar. Higartil, hevur landskassin enn bert trekt á yvirskotsgjaldførið, sum landskassin hevði við ársbyrjan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021 12 Leygardagur 20. februar 2021 Landskassin hevði eina nettoskuld á 600 milliónir krónur við ársenda Tað eru 400 milliónir fleiri enn við ársenda í 2019. Samanborið við ársenda 2019 var lándsbrævaskuldin hjá landskassanum 3,7 milliardir krónur og gjaldførið 3,5 milliardir, tað vil siga ein nettoskuld á 200 milliónir krónur. Fyrsta myndin vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini. Í 2020 rindaði landskassin í miðal 0,51 prosent í rentu av sínum lánum. Vanliga endurfíggjar/tekur landskassin lán á hvørjum ári. Av tí at undirskotið á fíggjarlógini í 2020 verður væl minni, enn mett tá lántøkan í juni 2020 fór fram, er ríkiligt til av gjaldføri í landskassanum. Tí er væntandi, at landskassin fer at rinda niður av lánsbrævaskuldini í sambandi við komandi lántøku í juni. Bakkafrost var tilnevnt til tvær virðislønir. Hann hevur verið nýhugsandi og er farin framum bert at hugsa um hansara egnu fyritøku. Hann hevur eisini luttikið í politiskum kjakum til tess at skapa langtíðar-broytingar gjøgnum fleiri átøk, ið fevna ógvuliga breitt. Um ein skal røkka tílíkum úrslitum, skal eitt toymisavrik til. Nøkur av teimum eru sett í gongd, meðan vit hava enn fleiri, sum vit framvegis arbeiða við. Vit eru í tí hepnu støðu at hava broytingarsinnaði starvsfólk og leiðarar, sum er týdningarmesta fortreytin fyri, at vit kunnu fremja átøk innan burðardygd. Málið varð latið Búnaðarstovuni, sum hin 27. januar kom við niðurstøðu í málinum. Í skrivi sent miðlunum greiðir Hans Kristian Abrahamsen, bóndi, frá, at hannyvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn tað sum upplýst var frammanundan. Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár. Harafturat var nógv lús á seyðinum,” sigur Hans Kristian Abrahamsen. Sostatt fáa bæði hybridbilar og plug-in hybridbilar avgjaldslætta eins og el-bilar fáa. Seks tingfólk úr andstøðubi skutu upp at taka hybridbilar úr lógini, og lata plugin hybridbilar vera verandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021 16 Leygardagur 20. februar 2021 Ritan aftur á gomlum leiðum Hósdagin varð Ritan sett aftur í siglingina til Fugloyar og Svínoyar (Mynd: Evy Toftegaard) SkrivaÐ: 50 ára gamla strandfaraskipið Ritan er nú farið aftur í fasta sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy. Men hildið varð ikki vera ráðiligt at føra lítla strandfaraskipið um Mjóvanes og aðrar vandaleiðir beinanvegin. -Ritan er nú klár at seta í sigling aftur. Biskupskelda er nýtt mikrobryggjarí í Vági. Talan er um eina IPA-øl, sum hevur fingið sera góð skoðsmál á ølsmakking fyri innbodnum. Í apríl mánaði koma so tvær øl afturat á marknaðin, ein pilsnar og ein gulløl. Høvuðsinnhaldið í øl er vatn. Dennis Holm er stjóri í nýggja bryggjarínum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021 18 Leygardagur 20. februar 2021 Myndir: FK í miðbýnum ikki til at kenna aftur Handilin er umvældur og nútímansgjørdur (Mynd: FK) SkrivaÐ: Sverri Egholm Seinastu vikurnar hevur Keypsamtøkan í miðbýnum í Havn verið stongd orsakað av stórari og umfatandi umvæling. Dyrnar lótu upp aftur týsmorgunin, og tað er ein hamskiftur handil, sum sett gongd á kassaapparatini aftur. Flest lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir í 2014 og 2018, tá 15 lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir, upplýsir landsstýrismaðurin. Hevur ikki verið grundarlag-Nøktandi lærlingagrundarlag hevur tó ikki verið fyri fleiri skúlaskeiðum. Við vaksandi matstovuvirksemi og áhuga fyri mati og matmentan sum heild í Føroyum, er møguligt, at grundarlag verður fyri fleiri skúlaskeiðum í framtíðini. Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini um kostnaðin av at senda hesar lærlingar til Danmarkar. Hann avloysir Heina Eysturoy í starvinum. Fríður er havnarmaður og 46 ára gamal. Síðani 2010 hevur hann verið limur í kærunevndini í lendismálum. Soleiðis sá brúgvin út áðrenn ísurin máaði støðið undan henni (Mynd: Pól Sundskarð) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021 22 Leygardagur 20. februar 2021 Føroyingar sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort Føroyingar í Svøríki sleppa nú undan at søkja um svenskt koyrikort og kunnu halda fram at brúka føroyska koyrikortið Mynd: fmr. fo SkrivaÐ: Svenska stjórnin hevur gjørt undantak í koyrikortlógini, soleiðis at føroyingar ikki longur noyðast at skifta til svenskt koyrikort fyri at kunna halda fram at koyra í Svøríki. Higartil hava føroyingar annars brúkt føroyska koyrikortið tað fyrsta árið, teir vóru búsitandi í Svøríki, men síðani noyddust teir at søkja um svenskt koyrikort, tá teir høvdu búð í landinum í meira enn eitt ár. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fegnast um, at føroyska koyrikortið loksins verður javnsett við tað svenska koyrikortið, og at tað nú gerst lættari hjá føroyingum at koyra bil í Svøríki. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021 24 Leygardagur 20. februar 2021 Katrin Thorsvig Hansen nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum Seinastu mánaðirnar hevur hon verið virkandi stjóri–hon byrjar 1. mars SkrivaÐ: Tíðindaskriv Katrin Thorsvig Hansen er sett í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum. Hon er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum. Katrin Thorsvig Hansen er 39 ára gomul, og er ættað úr Nólsoy. Teir hava nú gjørt eina undirskriftinnsavning um hetta, og higartil hava næstan 150 fólk skrivað undir á heimasíðuni change. org. Grundgivið verður við, at tað helst ikki er tann stóri vinningurin í at selja lagda havrannsóknarskipið sum gamalt jarn. Og eisini er sera stórur áhugi millum útlendingar at koma her at uppliva ymiskt. Samstundis fær Kaldbaksbotnur ein møguleika at blomstra við djóralívi á einum eftirgjørdum rivi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021 26 Leygardagur 20. februar 2021 Business Line: Bergfrost er eitt gullnám Árið í fjør gjørdist sera gott, og avlopið smeyg sær upp ímóti 9 milliónum krónum aftaná skatt (Mynd: Bl. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm Gongdin hjá Pf. Bergfrost varð stovnað í 1995 og fór at taka ímóti frystivørum í februar 1996. Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum, sum hevur sítt virksemi undir fjall. Framskygdir kommunustýrislimir skutu í staðin upp, at farið varð longur inn í fjallið eftir grót. Skipið skal eftir ætlan handast reiðarínum í juli. Talan er um skrokkin hjá nýggja Christian í Grótinum, sum er sama slag, sum Ruth, tó er yvirbygningurin ein heilt annar. Skrokkurin hjá nýggja Christian í Grótinum verður eftir ætlan klárur at sleipast til Skagen um eitt hálvt ár. ST-neyðhjálparfelagsskapurin UNICEF hevur ikki áður verið í Føroyum, men verður tað nú og frameftir, vísir Karen Hækkerup á:-Vit vita, at føroyingar fegin hjálpa neyðstøddum børnum úti í heimi, og tí biðja vit nú eisini føroyingar um hjálp. Til dømis ber til at stuðla við 100 krónum fast hvønn mánað sum Heimsforeldur, og tað kann gera veruligan mun fyri framtíðina hjá mongum børnum. Fær UNICEF teir pengar, ið krevjast, kann felagsskapurin røkka út til 6,3 milliónir børn við viðgerð fyri bráðkomið maktarloysi av vánaligari føðslu. Kreppan ávirkar skúlagongdina Tað er ikki bara heilsan hjá børnum, ið svíður fyri covid-19. Nógv teirra eru í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa á skúlabonk–ein vanlukka, ikki bara fyri einstaka barnið, men fyri alt heimssamfelagið. -Vit mugu ikki sleppa børnunum upp á fjall–tað er á ongan hátt ein sjálvfylgja, at øll heimsins børn koma aftur í skúla, í roynd og veru eru nógv av heimsins fátækastu børnum í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa í skúla, og tey kunnu detta úr útbúgvingarskipanunum. Fyrstu myndirnar er longu komnar (Mynd: NASA) SkrivaÐ: Sverri Egholm“ Touchdown confirmed”, ljóðaðu boðini frá NASA fyri løtu siðani. Hann hevur verið við til at menna hetta serliga akfarið, sum komandi tíðina skal savna inn vitan um Mars. Órógv hevur verið í grønlendskum politikki seinastu tíðina. Nú er nýval útskrivað, og greitt er, at grønlendingar skulu á val týsdagin 6. apríl, ið er beint eftir páskadagarnar. Tá gekk Siumut aftur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021 31 Leygardagur 20. februar 2021 Kanning: Koppingarevnið hjá Pfizer gevur 94 prosent verju Kanningin, sum varð gjørd í Ísrael við 1,2 milliónum royndarpersónum, vísir, at koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur góða verju (Savnsmynd) SkrivaÐ: Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech gevur 94 prosent verju móti covid-19. Millum tey, sum vórðu koppsett, var talið á teimum, sum høvdu covid-19 sjúkueyðkenni 94 prosent lægri, samanborið við "líknandi royndarpersónum", sum ikki høvdu fingið nakra koppseting. níggju mió. fólk, og ætlanin er, at allir íbúgvar eldri enn 16 ár skulu verða koppsettir áðrenn vit eru komin til endan av mars. Úrslitini verða nevniliga meira eftirfarandi, tá persónar verða kannaðir 14 dagar, ella longur, eftir, at tey hava fingið seinnu koppsetingina, verður sagt. Blaðið byggir hesa metingina á ein oljuprís uppá 30 dollarar fyri tunnuna og ein gassprís uppá 3 dollarar. Í løtuni er oljuprísurin nærum 64 dollarar fyri tunnuna, tvs. Fólkini hava longu tann neyðuga førleikan til at kunna skifta frá oljuvinnu til aðra orkuvinnu heldur Jan Tore Sanner, figgjarmálaráðharri og vísir á støðuna frá 2014 til 16, tá oljuprísurin kavaði og hevði við sær, at 50.000 norðmenn í oljuvinnuni mistu arbeiðið. Hildið verður, at korn og vatn varð hitað upp her í sambandi við bryggjaríarbeiðinum. Abydos liggur nærindis Sohag, ikki langt burtur frá stóru Nilánni. Í 2020 var talið bert 3,5 milliónir. Men Larry hevur verið eitt vónbrot á teirri uppgávuni, hóast hann er tann fyrsti nakrantíð, ið alment hevur fingið heitið sum landsins ovasti músafangari. Sambært David Cameron, sum var fyrsti forsætisráðharri, sum Larry tændi undir, fengaði hann tríggjar mýs teir fyrstu mánaðirnar, men síðani tá hevur avrikið verið smáligt, skrivar heimasíðan hjá Downing Street. Í einum djóraelskandi landi, spælir ein ketta í Downing Street ein stóran leiklut, heldur søgufrøðingurin, Anthony Seldon. Larry fremst saman við einum øðrum kendum frensi í Downing Street, uttanríkisráðharrafrensinum Palmerston (Mynd: EPA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2021 35 Leygardagur 20. februar 2021 Harry og Meghan skulu hava eitt barn afturat Hertogin og hertogafrúan av Sussex avdúka, at Meghan er við barn aftur Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan skulu skjótt hava eitt barn afturat. Hetta váttar eitt talsfólk hjá parinum sambært The Guardian. Sambært talsfólk teirra, fegnast Harry og Meghan um nýggja barnið, og av Buckingham Palace verður eisini sagt, at Elizabeth drotning, Philip prinsur og Charles prinsur eru ovurfegin um tíðindini. Parið flutti úr Onglandi í fjør. Harry og Meghan hava almannakunngjørt hesa myndina, har tað týðiliga sæst, at Meghan er við barn (Mynd: Misan Harriman) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2021 36 Leygardagur 20. februar 2021 Sannførandi spæl á fyrsta degi í Stella Polaris kappingini Ai Waagstein á klaveri fekk fyrstu viðursløn í Stella Polaris-tónleikakappingini í aldursbólkinum til ov við 13 ár (Mynd: Tórshavnar Musikkskúli) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris var hósdagin, og ikki færri enn 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár framførdu í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Dómsnevndin valdi at deila triðju virðislønina í tvey, og tey sum vunnu hesa deildu triðju virðisløn vóru Birita Lambaa Haraldsen á floytu og Martin Gaard Jakobsen á violin. Leygardagin kappast teir elstu luttakararnir, sum eru í aldrinum 19 til 24 ár. Nýggju tónleikarar kappast í hesum bólkinum. Páll Sólstein greiðir frá, at nevndin var sera ovfarin av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum. Vang) SkrivaÐ: Tíðindaskriv HOYMAsligt er ein nýggj røð av heimakonsertum frá G! Grunninum. Afturvið konsertini bjóða vertirnir kaffi og okkurt søtt. Atgongumerki á 260 kr verða sett til sølu á atgongumerki. fo á middegi í morgin. Einans 20 atgongumerki verða seld til hvørja konsert. Á framsýningini verða verk eftir Arnold Vegghamar, Kára Svensson, Brand Patursson og Eyðun av Reyni sýnd fram. Arnold Vegghamar, Eyðun av Reyni og Kári Svensson hava hvør á sín hátt verið við til at mynda føroyska málningalist seinastu mongu árini. Vegghamar við sínum litríku og spælandi motivum og Eyðun og Kári við sínum abstraktu landsløgum og formum. Joel Cole sýnir fram eina røð av 50 skurðmyndum harav tær seks eru útvaldar til frímerkjaarkið:“ Gróðursettur–tilflytarasøgur”. Nýggj vøkur frímerki frá Posta koma út í dag Frímerkjaútgávurnar hesa ferð eru rættiliga ymiskar, men eitt sum gongur aftur er list og landslag. Skurðmyndirnar hjá Joel Cole mynda fyrstu útgávuna, síðan bygdirnar Kirkja og Hattarvík og at enda hevur Eysturoyartunnilin fingið pláss ímillum frímerkjamyndevnini. Hvør einstøk skurðmynd hevur partar bæði úr heimlandinum hjá Cole og úr hansara ættleidda heimlandi. Eysturoyartunnilin–ein landsvegur undir havsins botni Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu tann 19. desembur 2020. Knapt fýra ár frammanundan-í februar 2017 trýsti Henrik Old, táverandi landsstýrismaður, á knøttin, ið loysti fyrsta skotið í størstu tunnilsverkætlan nakrantíð í Føroyum. Ein kend ørindisregla ljóðar soleiðis:” Ongin treður dansin undir moldum,” men undir havsins botni er onki óført. Rithøvundurin og listfrøðingurin Eva Furseth greinar listina hjá Jónu Rasmussen soleiðis:“ Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndaevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi. Í fjørsummar varð gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021 Tað er Paulina Eliasen, sum hevur sniðgivið vakra dúkin, ogtvær lokalar kvinnur hava evnað hann úr patchwork. Litirnir í altardúkinum eru heintaðir bæði frá altartalvuni og møplapolstringini í kirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni. Paulina hevur havt tveir sálmar/sangir í huganum, tá ið hon sniðgav altardúkin–og peika teir bæði á stjørnuna og krossin. Eitt ekkó fyri og annað eftir rungar um allan verkstaðin á Bacalao kai í Havn. Tað eru næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla, sum hugagóðir dríva á. Tað er kreativt og vala handverk. Men tey hava tað eisini stuttligt. Práta og skemta. Triði báturin verður nú smíðaður á verkstaðnum á Bacalao. Bara fyri at nevna nøkur. Men felagsnevnarin er stóri áhugin fyri bátum og bátasmíði, sum tey takast við í frítíðini. Gamaní eru fleiri, sum hava smíðað nýggjar kappróðrarbátar. Bátasmíð er aldargamal føroyskur siður, sum má hjúklast um og haldast í hevd, sigur hann. Men nú tykist vend at vera komin í. Hann lærdi á stóru bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík og varð útlærdur í 1963. Higartil eru tveir bátar liðugt smíðaðir. Teir eru báðir seldir til vælgerandi endamál hjá felagsskapinum Kiwanis. Seks ítróttafólk vórðu heiðrað í gjárkvøldið–Ársins ÍtróttaNAVN, ÍtróttaSTJØRNUSKOT, ÍtróttaFELAGSSKAPUR, ÍtróttaÁTAK, ÍtróttaFYRIMYND, og eisini varð Heiðursskjal Poul E. Petersens latið. Hann hevur eisini tryggjað sær pláss til OL í Tokyo, sum verður í summar. Hon hevur spælt í bestu deildini í 22 ár, og eisini er hon venjari, dómari, og luttekur hon nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Øll árini hevur Jóhanna verið ein stór fyrimynd og ein eldsál, sum altíð hevur givið nýggjum venjarum góð ráð og vegleiðing. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part. NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part. Tað er sami prísur fyri vaksin og børn í skúlaaldri. Áskoðarar rinda bert fyri ein dyst á gangin og merkir hetta, at áskoðararnir mugu út ímillum hvønn dyst. Økið í sunnara parti av høllini, har feløgini vanliga hava havt fjepparatiltøk og sølubúðir verður ikki. Í gjár boðaði Hondbóltssambandið frá, at fólk, ið hava fingið tvær koppsetingar ikki eru rakt av avmarkingunum. Sambært Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya, verður longu gjørt mismun á fólki við at avmarka áskoðaratalið. Høllin á Hálsi hevur pláss fyri 2.000 ákoðarum, men í løtuni sleppa bert 100 fólk inn á hvørt ákoðaraøki. Um mann er koppsettur, er mann ikki nakar smittuvandi, og kann mann frítt koma sum áskoðari í høllina uttan at standa á listanum hjá einum felagi, um mann ynskir tað. Liðini hittust í finaluni fyri fimm árum síðani. Rasmus Sæby og Neistin gjørdust steypavinnarar í 2019, men taptu fyri H71 eftir fimm FM-finalur (Mynd: Jens Kr. Í 2016 hittust bestu liðini hjá Neistanum og H71 fyri fyrstu ferð í einari steypafinalu. Seinast var í ógvuliga spennandi grannafinaluni í 2019, har teir í bláum vunnu við einum máli við skoti í seinasta sekundi frá Rasmusi Søby. Síðani 2014 er tað ikki komið fyri, at ein steypafinala er leikt, uttan at Neistin ella H71 hava luttikið. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.30. Hetta var samstundis fyrstu ferð H71 var umboðað í steypafinaluni hjá kvinnum. Tað var eisini bert eitt mál á muni, tá Neistin seinast vann steypafinaluna. Tað var fimta árið á rað, at kvinnurnar hjá Neistanum spældu steypafinalu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2021 49 Leygardagur 20. februar 2021 Albert Theis Nielsen til 07 Vestur 21 ára gamli hálvi sørvingurin flytir til 07 Vestur frá Tårnby Mynd: 07 Vestur SkrivaÐ: 07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 21 ára gamla Albert Theis Nielsen. Albert Theis Nielsen er hálvur sørvingur, og flytir hann til vágafelagið frá Tårnby. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2021 50 Leygardagur 20. februar 2021 KÍ keypir enn ein útlendskan leikara 28 ára gamli Daniel Björkman hevur royndir úr bestu svensku deildini (Mynd: Expressen. se) SkrivaÐ: Sverri Egholm Daniel Björkman, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ. Tó kann Daniel eisini spæla sum verjikendur miðvallari, sigur felagið. Daniel Björkman er føddur og uppvaksin í Svøríki, har hann hevur spælt fótbólt alla yrkisleiðina fram til nú. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021 51 Leygardagur 20. februar 2021 Lena Hallgren skal samskipa flogbóltin Flogbóltssamband Føroya hevur sett sín fyrsta samskipara-byrjar 1. mars SkrivaÐ: Tíðindaskriv Flogbóltssamband Føroya hevursett Lenu Hallgren úr Havn í starv sum samskipari. Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið. Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2021 52 Leygardagur 20. februar 2021 Heldur lættari hjá ítróttaskjúttum at kappast uttanlands Hetta hevur løgmaður gjørt greitt í svari uppá grein 52a fyrispurning. Tey sum fáast við skjóting, skulu hava byrsu við, og hetta gevur ávísar avbjóðingar. Tí hevur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum Jóhannis Joensen, í skrivligum fyrispurningini til løgmans, spurt um, hvussu tað gongur við arbeiðinum at tryggja føroyskum ítróttaskjúttum eitt sonevnt vápnapass, sum ger, at teir kunnu ferðast til kappingar eins og skjúttar í restini av Evropa. Hetta kemst serliga av, at vápnalógin varð broytt í november 2020, og at fleiri broytingar eru gjørdar í samráð við millum annað Skjótisamband Føroya við tí endamáli at lætta um hjá myndugleikum og skjúttum, tá ið tey ferðast uttanlands. Fyrrapartin hósdagin skrivaðu TV 2 og BT, at Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold høvdu gjørt eina avtalu, sum fer at koma í gildi í 2022, og um middagsleitið váttaði felagið tíðindini á heimasíðu sínari Hetta er ein av størstu døgunum í søgu felagsins, sigur stjórin Jan Larsen, og ei undur er í tí. Seinastu tíggju árini ella so hevur Mikkel Hansen verið mettur at vera ein av heimsins bestu hondbóltsleikarunum og er tríggjar ferðir kosin sum tað. Hansen og Møllgaard skulu vera við at lyfta Aalborg nærri evropeiska toppinum, og tað er júst tað, ið Nikolaj Jakobsen vísur á kann henda. Hann hevur vunnið danska meistaraheiti tvær ferðir-við AG København-tað spanska við Barcelona og tað franska fleiri ferðir við PSG. Mikkel Hansen hevur tó ongantíð vunnið Champions League. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2021 54 Leygardagur 20. februar 2021 Gunnvør var stúrin um Føroyaferðina við forsíðufrúunum Hevði verið so kedd um tað var skaðiligt fyri umdømið av Føroyum, sigur Gunnvør Virgarsdóttir Fýra av forsíðu frúunum á Hotel Havgrím. Eg hevði eitt hugskot um, at eg vildi hava staðið fyri meg sjálvan, sigur Gunnvør Virgarsdóttir við Realityportalen. dk. Mamma og pápi Gunnvør eru úr Føroyum, og í dag búgva pápin og systkin hennara í Danmark. -Eg var bangin um, at okkurt kundi ganga galið, og alt tað kundi enda við at vera skaðiligt fyri umdømið av Føroyum. Vit hava jú allar okkurt, sum ikki verður víst í sjónvarpinum, og fyri meg var tað Føroyar, sum eg vil ansa eftir. Júst hvat tær hava gjørt í Føroyum kemur ikki fram, men millum annað vóru tær á floti við Magna Blástein í Vestmanna og verið ein túr við rib-báti. Tað ynsktu vit at fáa fram aftur. Tað legst ómetaliga nógv støv allastaðni undir sovorðnum arbeiðið, so tað tóktist at vera besta loysnin í hesum førinum. Ein stór uppgáva var nú fyri framman. Eg var nakað skeptisk, men valdi at tiga. Til alla lukku, helt hann seg ikki aftur, hóast mítt vantandi bjartskygni. Tað gingu ikki nógvir tímar, so var heimskortið á vegginum. Tað fyrsta lagið sýgur nógv í seg, ímeðan aðru ferð, fer sera lítið á. Eg lesi eina” professiónsbachelor í ernæring og sundhed”, og eri avloysari á eini kreppumiðstøð fyri kvinnur og børn. Fram til september eri eg enn einaferð í barsil. Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiðir sum projektleiðari á renoveringsdeildini hjá Casa AS. |
Ein maður í besta aldri–á hægsta tindi í síni løgfrøðiligu starvsleið og ein av okkara dyggu symfonikarum–fær ein tilburð. Alt verður sett í gongd fyri at bjarga lívinum. Flogfar leigað til at flúgva hann niður á betri sjúkrahús. Við professionellari hjálp eydnast tað at fáa henda mannin og pápan so mikið birgan, at hann kann sendast heim aftur til familjuna í Føroyum. Men dokumentarurin vísti, at tað ikki neyðturviliga hevur gagnað sjúklinginum at verða sendur heim–tí professionella hjálpin er ikki til staðar her. Føroyska almannaverkið er ikki girað til at taka sær av slíkum. Sæð við teimum kensluleysu brillunum, so er ikki samsvar ímillum ta vælvild, sum lívbjargandi myndugleikin vísir í upprunaligu kreppustøðuni til máttloysið, sum sosiali myndugleikin kann veita tá tað ikki longur snýr seg um lívbjargandi viðgerð. Vit hoyrdu børn í sendingini greiða rørandi frá, hvussu tað er at hava ein pápa, sum bæði er til staðar og allíkavæl ikki, tí persónurin ikki er tann sami. Tað sigur seg sjálvt, at fólk í slíkari støðu kenna ein beiskleika tá tey vita, at meira kundi verið gjørt fyri at bjarga hesum mannalívinum–veruliga bjarga. Eitt samfelag verður altíð dømt eftir hvussu tey veikastu verða viðgjørd og handfarin. Vónandi eru tað politikarar og avvarðandi myndugleikar, sum hava fingið eyguni upp fyri, at her liggur ein stór og týðandi uppgáva á láni. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 4246 Lisnar síður: 30747 Dagført 10. hvørt sekund tel. Landslæknin upplýsir, at tveir deyðstilburðir eru skrásettir. Annar hendi 14 dagar eftir koppseting og hin millum eitt og tvey samdøgur eftir koppsseting. Í hesum báðum førunum er rættarlæknalig líkkanning gjørd, men kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tí er ikki møguligt at gera nakra niðurstøðu um koppsetingin hevur verið viðvirkandi orsøk til, at persónurin doyði, skrivar Lars Fodgaard Møller í svarinum. Læknarnir hava eisini fingið boð um at boða løgregluni frá øllum deyðstilburðum, sum henda innan fyri sjey dagar eftir koppseting, til tess at fáa framt rættarlæknaliga líkkanning. Landslæknin hevur í kunngerð eisini fingið møguleika fyri at fremja rættarlæknaligar líkkanningar í hesum førum. Útreiðslurnar í hesum sambandi tekur danska heilsumálaráðið sær av, skrivar landslæknin í svarinum. Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá teimum báðum at bjóða gisting í økinum, men áðrenn Hotel Skálavík lat aftur, høvdu tey ongan skund. –Vit hava merkt eftirspurning eftir kømrum í Sandoynni, síðan hotellið lat aftur, og tað er tað, sum hevur gjørt, at vit eru farin í gongd, sigur Martin Karl Olsen. –Vit høvdu nokk ikki farið í holt við tað longu nú, um tað var, at hotellið framvegis var opið, so tað at hotellið lat aftur, gjørdi tað at vit máttu fara í holt við hetta beinanvegin. Hvørt kamar hevur egið baðirúm og gott havútsýni. Tann endin av húsinum, sum vendir út móti sjónum er allur glas, sigur Martin Karl. Í løtuni eru tey í ferð við at smíðja, og leggja vatn inn í húsið. (Mynd: Birgir Waag Høgnesen) Korona var eingin forðing Sum áður nevnt, byrjaði arbeiðið í januar í fjør, tveir mánaðir áðrenn koronasmittan byrjaði at gera um seg í Føroyum, men Martin Karl heldur ikki, at korona hevur seinkað arbeiðið, tvørturímóti. –Faktiskt hava vit verið so heppin, at korona gjørdi tað, at vit fingu timburmenn at smíðja. Eg haldi faktiskt, at korona hevur verið orsøkin til, at vit eru komin so langt sum vit eru, sigur hann. Martin Karl væntar tó, at eftirspurningurin úr útlondum fer at vaksa, tá tey eru komin í gongd, men talan verður helst mest um føroyingar, sigur hann. –Tað fer nokk at verða so, at útlendingar eisini fáa eyguni upp fyri okkum, og velja at búgva t. d. í Skálavík heldur enn mitt í Havnini. Tað er kanska, tá tunnillin er liðugur og sovorið, at tað verður veruleiki. Nógv virksemi hevur verið í húsunum gjøgnum tíðina, og er talan tí um ein søguligan bygning. Virksemið byrjaði í 1889, og líka fram til í dag hevur verið ymiskt virksemi í bygninginum, m. a. handil, posthús, rúsdrekkasøla, og ølgoymsla hjá Føroya Bjór. (Mynd: Cafein á Mølini í Skálavík) Tann, sum byrjaði virksemið á Mølini fyri 132 árum síðani var eingin annar enn langabbi Biritu, og er hon sostatt fjórða ættarliðið á Mølini. Hóast nógv er at gera er talan tó ikki um fulltíðarvirksemi hjá Martin Karl og Biritu, sum bæði hava annað starv við síðuna av. Tey arbeiða bæði á Skúlanum á Fløtum í Havn, hann sum varaskúlastjóri, og hon sum lærari. Martin Karl heldur tað tó ikki vera ósannlíkt, at hetta ein dagin kann gerast til fulltíðarvirksemi. Í løtuni verða tíggju kømur gjørd, men ætlanin er at gera fleiri í framtíðini. Tað, sum verður bygt nú, er bert at rokna sum fyrsta byggistig. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021 5 Størv Starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 10. apríl 2021 Eingin krossur kemur upp á Høganesi Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini Soleiðis hevði 17 metrar høgi marglitti glaskrossurin sæð út SkrivaÐ: Agnar Prestá Ætlanin at seta ein stóran marglittan glaskross upp á Høganesi hevur elvt til nógv kjak kring landið. Nógv halda at hetta er eitt gott hugskot, men nógv onnur eru ímóti. Nú er greitt, at ætlanin er slept. Tróndur Patursson skuldi gera krossin. Eftir ætlan hevði hann verið 17 metrar og harvið verið sera sjónligur við millum annað Skálafjørðin. Áleið soleiðis hevði tað sæð út á Høganesi, um krossurin hevði komið upp Ístaðin fer tað framhaldandi at síggja soleiðis út (Mynd: nes. fo) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 7 Leygardagur 10. apríl 2021 Tey flestu søgdu nei til krossin Í mun til politiska litin er tó nógvur munur á hvat fólk hildu um verkætlanina, vísir kanning hjá Spyr. fo SkrivaÐ: Tá Nes kommuna og stigtakararnir í vikuni boðaðu frá, at tey hava slept ætlanini um at seta ein kross upp á Høganesi, tí at fólki ikki dámar ætlanina, so er hetta í tráð við veruleikan. 28 prosent søgdu ja og 23 prosent svaraðu‘ veit ikki’. Javnt fyri og ímóti í Eysturoynni Í hesum spurningi er sjálvandi eisini áhugavert at hyggja eftir hvat fólk halda, alt eftir hvar tey búgva. Møguligt er ikki at fara so langt niður í tølini, sum til hvørja kommunu sær–til tað er grundarlagið ov spinkult–men møguligt er at síggja hvat áskoðanin er í teimum ymsu økjunum. Av teimum spurdu í Norðoyggjum vóru 34 prosent fyri, 33 prosent ímóti, men eisini 33 prosent, sum søgdu seg ikki vita. Í Norðstreymi og Vágum vóru 31 prosent fyri og 49 ímóti, í Sandoy og Suðuroy vóru 30 prosent fyri og 39 ímóti og í Tórshavn var nógv minst undirtøka fyri krossinum, 18 prosent fyri og 59 ímóti. Um áskoðanin hjá Eysturoy og Norðoyggjum verður løgd saman, so vóru her 38 prosent fyri og 37 ímóti, meðan tølini fyri restina av landinum vóru 23 prosent fyri og 55 ímóti. Størsta undirtøku hevur krossurin millum veljararnar hjá Sjálvstýri, har 60 prosent eru fyri og 40 ímóti (sigast skal, at her er grundarlagið lítið og óvissan tí høg). Í Miðflokkinum eru 50 prosent fyri og 17 ímóti. Í Fólkaflokkinum 47 prosent fyri og 25 ímóti og í Sambandsflokkinum 44 prosent fyri og 34 ímóti. Samlaða úrslitið vísir, at flest søgdu“ aðrar orsøkir” vera fyri at ivast ella vera ímóti. 28 prosent svaraðu hetta. 26 prosent hildu standmyndina vera skemmandi meðan 18 prosent vóru ímóti súmbolikkinum. Hetta er rættiliga væl meira enn í februar, tá tað koyrdu 3.875 í miðal gjøgnum tunnilin um samdøgrið. Tølini eru tó ikki nærhendis fyrsta fulla mánaðinum, tá tunnilin var opin, í januar, tá miðalferðslan var 4.667. Men tá skal havast í huga, at fyrstu góðu vikuna var ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin, og eftir at gjaldsskipanin varð sett til, uppstóð ein ávís ónøgd við prísirnar og fleiri søgdu seg ikki vilja brúka tunnilin so leingið støðið fyri at koyra ígjøgnum er tað núverandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 9 Leygardagur 10. apríl 2021 Letur upp fyri ferðslu 8. mai Hvalbiartunnilin letur upp um ein mánað (Mynd: Suðurrás) SkrivaÐ: Sverri Egholm Um ein mánað letur nýggi Hvalbiartunnilin upp. Tað upplýsir Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki fyri útvarpinum. Ætlanin var, at tunnilin skuldi lata upp í hesum mánaðinum, men lutir til stýrisskipanina mangla enn, og teir koma ikki til landið fyrr enn seinni í hesum mánaðinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 10 Leygardagur 10. apríl 2021 500 fólk kunnu nú savnast–heimauppihaldið verður stytt Heimauppihaldið verður stytt úr seks niður í fýra dagar–hvussu verður við festivalum, verður væntandi greitt um nakrar vikur, sigur landsstýrið Við góðu smittugongdini í huga, halda vit, at tað er ráðiligt at taka enn eitt fet ímóti einum vanligum gerandisdegi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Frameftir kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Hetta er uttan mun til, um tað er uttandura ella innandura. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at spora møguliga smittu. Landsstýrið hevur eisini gjørt av at stytta heimauppihaldið fyri tey, ið ikki eru liðugt koppsett, úr seks døgum niður í fýra dagar. Heimauppihaldið er tíðarskeiðið eftir, at tú ert komin til Føroya úr útlondum. Meðan tú ert í heimauppihaldi, verður mælt til, at tú ikki fert til arbeiðis, í skúla og ikki kemur saman við øðrum fólki fyrr enn negativu kanningina á fjórða degi. Heilsufakligi myndugleikin hevur fleiri fyrivarni, ið mugu umrøðast nærri, og tí ber ikki til at siga við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur. –Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir at svara. Tað hevur eydnast at avmarka covid-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu, vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021 11 Leygardagur 10. apríl 2021 Marjun Hanusardóttir gevst sum løgmansstjóri í summar Hon hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst 1. august, og tí verður farið undir at seta nyggjan stjóra í næstum Í summar hevur 67 ára gamla Marjun Hanusardóttir verið løgmansstjóri í 25 ár (Mynd: Løgmansskrivtovan) SkrivaÐ: Í summar skal Løgmansskrivstovan hava nýggjan stjóra. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021 12 Leygardagur 10. apríl 2021 Vindmyllurnar settar upp við Gellingarklett í heyst Longu í november skal nýggja vindmyllulundin við Gellingarklett vera í rakstri og framleiða orku svarandi til el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum-26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum Nýggju vindmyllurnar skulu setast upp við Gellingarklett, skamt frá verandi vindmyllulund hjá Sev í Húsahaga (Mynd: Google) SkrivaÐ: Sverri Egholm Umhvørvisstovan góðkendi hósdagin umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta seks vindmyllur upp við Gellingarklett oman fyri Havnina. Hetta vera vindmyllur av slagnum Vestas V117-4.2 MW. Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til streym-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til umleið 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum. -Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á umleið 19.000 tons av olju, sigur hann í tíðindaskrivi. Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini. -Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin. Effo og Spf. Røkt eiga 50 prosent hvør í Vindrøkt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 13 Leygardagur 10. apríl 2021 Alibátur sakk út fyri Porkerisnes Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum (Mynd: Bakkafrost) SkrivaÐ: Sverri Egholm Um átta tíðina hósmorgunin sakk alibáturin Krossteinur, sum hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrost í Hovi. Komnir áraka aliøkið í Hovi hitnaðu motorarnir umborð á Krossteini, roykur sást, og báturin byrjaði at fáa slagsíðu. Stórafles kom beinanvegin til Krosstein og fekk manningina umborð. Stutt eftir sakk Krossteinur. Gamaní var eitt lítið følv í høvuðsstaðnum, men tað var einki í mun til nógva kavan og vindin í norðara partinum av Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021 15 Leygardagur 10. apríl 2021 Myndir: Kópakonan í vakra briminum Hugtakandi myndir úr Mikladali í høgættarstorminum í vikuni SkrivaÐ: Sverri Egholm Pól Sundskarð, sum gongur nógv í fjøllunum, og eisini gleðir lesararnar hjá Portalinum við sínum náttúrumyndum, var týsdagin ein túr í Kallsoynni, har hann m. a. fekk hesar hugtakandi myndir av kókakonuni í Mikladali: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 16 Leygardagur 10. apríl 2021 Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum harmast um, at blaðið hevur verið við til at reinsa ein mann, sum tilvitað hevur framt hesar ógerðir Úr Vikuskiftis Sosialinum í 2016 SkrivaÐ: Sverri Egholm Sosialurin biður nú treytaleyst orsaka í sambandi við tema í Vikuskiftis Sosialinum í 2016, har evnið“ slatur” varð umrøtt, og ein samrøða varð gjørd við ein mann, sum í síðstu viku fekk fongsulsdóm í stóra pedofilimálinum. -Hóast gerðirnar, sum maðurin er dømdur fyri, eru framdar eftir samrøðuna í Sosialunum, so kenna vit okkum misbrúkt av, at ein sjúkur maður hevur logið fyri okkum, og øllum keldunum, sum vit tosaðu við í sambandi við málið. -Vit eru sera hørm um, at hetta hevur staðið ósvarað í fimm ár, og at okkara blað soleiðis hevur verið við til at reinsa ein mann, sum tilvitað hevur framt hesar ógerðir og soleiðis við beráddum huga hevur misbrúkt okkara álit. -Ætlanin hjá okkum hevur sjálvandi ikki verið at verja ein pedofil, og tí viðja vit tryetaleyst orsaka, skrivar Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 17 Leygardagur 10. apríl 2021 Næstan hundrað suðurkoreanskir bilar á føroysku vegirnar í mars 50 bilar av slagnum Kia og 41 bilar av Hyundai. Kia yvirtekur samstundis plássið sum mest seldi bilur í ár við 91 bilum tilsamans-harav 50 í mars. Eitt annað suðurkoreanskt merki, sum veruliga ger um seg, er Hyundai, sum Waag nú umboðar. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni fóru 41 akfør av slagnum Hyundai um diskin í mars. Ein øking upp á 177 akfør. Samlaða sølan fyri árið higartil er eisini væl hægri enn somu mánaðir í fjør. Sølan frá januar til mars 2020 var 640 akfør, meðan tað somu mánaðirnar í ár eru skrásett 756 akfør. Vodafone Ísland átti upprunaliga allan partapeningin í telefelagnum Hey, áðrenn felagið varð lagt saman við Nema. Eftir samanleggingina áttu íslendsku eigararnir 49,9 prosent av samanlagda felagnum, og síðan hevur verið arbeitt við at yvirtaka seinasta partin. –Við hesum eru vit komin á mál við at fáa samanløgdu fyritøkuna fult og heilt á føroyskar hendur. Harumframt hevur Nema gjørt stórar íløgur í at útbyggja 4G farnetið kring landið, har størsta avbjóðingin í fjør var at leggja 4G í allan Eysturoyartunnlin. Farnetið hjá Nema røkkur um alt landið. Málið hjá nýggju og verandi eigarunum er at menna Nema sum ein sterkan og nýghugsandi KT- og televeitara at vera leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar. Tað, sum er farið fram er, at teldusníkar hava roynt at snýta eina føroyska fyritøku fyri eina størri peningaupphædd. -Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini royna at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina Upplýst verður ikki, hvørja fyritøku talan er um, og um hvussu stór upphæddin er. -Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini roynd at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina Stóran skund-nýtt kontonummar Í hesum sambandi ávárar løgreglan aðrar fyritøkur um vandan við CEO-fraud/snýt við rokningum. Føroya Politi vísur á Facebook-síðu sínari á nakrar orðingar, ið teldusníkarnir ofta nýta í hesum sambandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 20 Leygardagur 10. apríl 2021 Myndir: Spældu fyri borgarstjóranum Havnar Hornorkestur spældi á Glaðsheyggi í túninum hjá Heðini Mortensen mikumorgunin. Borgarstjórin fylti 75 SkrivaÐ: Sverri Egholm Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fylti 75 ár mikudagin 7. apríl. Ólavur Frederiksen, Faroephoto, var framvið og tók nakrar myndir. Jákup Dahl frá Góðan Morgun Føroyar var eisini á staðnum Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021 21 Leygardagur 10. apríl 2021 Stórur áhugi fyri íbúðarbygging í Hvalba Uppskotið um at byggja sjey eigara-ella lutaíbúðir var lagt fram mikukvøldið–70 fólk vóru møtt upp í Hvalbiar skúla Mynd: Hvalbiar kommuna SkrivaÐ: Mikukvøldið var bjóðað til framløgu um møguleikar fyri at byggja íbúðir á Snæbjarnarvegi í Hvalba, og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan fyri tiltakinum var sera góð, tí uml. 70 fólk vóru komin saman í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla, skrivar Hvalbiar kommuna. Sambært Hvalbiar kommunu er tó greitt, at tørvurin á slíkum íbúðum er sera stórur, tí torført er at fáa hús–til keyps ella leigu–í Hvalba. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021 22 Leygardagur 10. apríl 2021 BluesPerlan 2021 í Reinsarínum Hetta er 8. ferð, at skipað verður fyri BluesPerluni–Á skránni eru framførslur við Froðbiar Blues Orkestri, Sigmund V. P. Zachariassen og Una Debess og Edvard Nyholm Debess Froðbiar Blues Orkestur SkrivaÐ: Fyrsta BluesPerlan í 2014, var fyriskipað fyri at heiðra bluestónleikinum í Føroyum, og longu frá fyrstu ferð var stórur áhugi fyri hesum tiltaki og fyrireikararnir, Uni Debess og Edvard Nyholm Debess settu sær fyri at halda fram við hesum árliga bluestiltaki, sum nú verður fyri áttindu ferð. BluesPerlan byrjaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn (harav navnið), og tá tiltakið síðani flutti inn í Reinsaríið, valdu fyrireikararnir at taka navnið við-tí hetta er blivið ein perla í føroyskum bluestónleiki. Hon verður í kvøld, leygarkvøldið 10. apríl klokkan 21 í Reinsarínum, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi. Tríggir av limunum í navnframa Froðbiar Sóknar Blues Orkestri hava nú tikið seg saman í Froðbiar Blues Orkestur. Við Kristian Holbæk á odda koma teir nú við teirra swingandi bluesútsetingum, og ikki minst nú eisini við unga Óla á guitar-gott gamalt við nýggjum íblástri. Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava í vár ferðast runt í Føroyum við tónleikinum á útgávuni Debess Blues Station. Á BluesPerluni koma teir við nýggjari skrá, sum er eitt bland av løgum av fimm ymiskum útgávum. Við sær hetta kvøld hava teir trummuspælaran James Philip Goodwin, sum í nøkur hevur búð og virkað í Føroyum. Við so nógvum nøvnum, verður eisini talan um eitt fjøltáttað útboð av nýskrivaðum føroyskum tónleiki, sum verður at hoyra. Talan er um alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Eisini er talan um eitt bland av bólkum, royndir bólkar, óroyndir bólkar og ymiskir aldursbólkar. Fýra av bólkunum, sum eru við í kappingini í ár fáa møguleika at vinna studiotíð í Kris-Stuff Studio saman við tónleikaframleiðaranum Kristoffuri Mørkøre. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali. Pallarnir vera í kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar. Bólkarnir, sum fara at manna hesar pallar, eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur Enni, og Hallur Joensen. Konsertirnar vera skipaðar soleiðis, at tónleikararnir spæla tvær ferðir hálvan tíma í part, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar, skrivar Vestmanna kommuna. Atgongumerki til Válan í Vestmanna kunnu keypast á atgongumerki. fo, og sambært Vestmanna kommunu gongst sera væl at selja atgongumerki. Skráin Vestmanna Kirkja–Bárður á Lakjuni Bárður á Lakjuni er nógv at hoyra í loftmiðlinum við sangum sum Eg uttan teg”,” Lívsins dansur” og” Fóður hevur fylgjur” fyri at nevna nakrar. Vektarbúðin–Hanus Johansen Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Sum sangari í Páll Finnur Páll hevur hann nógvar slagarar frá í ermuni, s. s.“ Forelskaður sjónleikari”,“ Eg fari mín egna veg” og“ Býurin svevur”. Staðið–Lív og Tróndur Allan tann langa veg av Tvøroyri eru Lív Næs og Tróndur Enni komin. Hetta eru tvey nøvn, ið flest allir føroyingar kenna, við millum annað løgunum“ Sveimandi” og“ GRIND” og ikki minst“ Lítli fuglur”, sum bleiv Ársins útvarpshitt 2021. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021 25 Leygardagur 10. apríl 2021 Mascot fer nú í søguna Skipið hevur seinastu tíðina kallast Borðoy, og hevur ligið á Skála, har tað skal høggast upp SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Tað var í 70'unum, at tað komu nýggju nýbygningar til Føroyar, sum vóru systirskip, og bygd í Pólandi. Skipini hava altíð verið nevnd "pólakkarnir", og tvey av teimum hava havt heimstað í Føroyum líka til í dag. Talan er um Sigmund, sum upprunaliga hevði navnið Vaðhorn, og Mascot, sum hevði stolta navnið líka fram til 2018 tá ið tað skiftið navn til Borðoyarnes, og fekk heimstað í Klaksvík. Heldarstindur sakk norðanfyri Bornholm í 1990, og er í dag eitt kent frítíðarstað fyri kavarar. Systurskipini vóru hesi: Mascot-Toftir: Verður upphøgdur á Skála nú. Vaðhorn-Leirvík: Kallast í dag Sigmund, og liggur á Toftum. Bláfossur-Tvøroyri: Bleiv upphøgdur í Danmark í 2012 Hamraberg-Miðvágur: Upphøgdur í 2003 Vesturleiki-Sørvágur: Fekk seinni navnið Louise L, og heimstað í Grønlandi. (Helst upphøgt í dag) Núpur-Klaksvík: Hevur framvegis sama navn, men er umbygdur og hevur heimstað í Íslandi. Hagaleiti-Leirvík: Umbygdur, og hevur í dag navnið Røn og heimstað í Svøríki. Enn vita tey á Luna ikki hvørjum standi flakin er í, tí eingin hevur verið umborð enn. Men tað verður helst greitt tá tað viðrar í næstu viku. Felagið fekk fóðurflakan Hellutanga í apríl 2019. Leygardag siglir skipið aftur til Føroyar. Nýggja siglingin tryggjar, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld. Fráferðin úr Hanstholm leygardag gevur somuleiðis viðskiftafólkunum hjá Faroe Ship enn fleiri innflutningsmøguleikar. Útbygging í Hanstholm Føroysk sjóvinna og Hanstholm hava eina langa søgu og tann veruleikin kemur bæði Faroe Ship og viðskiftafólkunum til góðar, nú nýggja siglingin fer í gongd. Í 2020 var Hanstholm Havn liðugt útbygd fyri meira enn 650 milliónir krónur, har betrað var um molar, atløgumøguleikar, siglingardýpi, umframt ein nýggjan 350 metra langan bryggjukant. Hanstholm Havn bjóðar góðar umstøður at taka ímóti góðsi og at fáa góðsið skjótt og gott víðari. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 28 Leygardagur 10. apríl 2021 Atlantic Petroleum stórt hall í 2020 Samlaða hallið var omanfyri 100 mió. kr.-men nú koma pengar inn í felagið aftur SkrivaÐ: Nú um dagarnar varð úrslitið hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum gjørt upp. Hallið í 2020 var omanfyri 100 mió. Mark Højgaard stjóri í felagnum sigur í fráboðan til børsin, at hóast árið 2020 ikki hilnaðist sum vónað var, sofegnasttey kortini um, at peningarstreymurin, sum annars skuldi byrja í farna ári, nú hevur tikið dik á seg, tó at talan ikki enn eru um tær stóru upphæddirnar. Tapið í 2020 kemst fyrst og fremst av eini niðurskrving av útskotnari samsýning av Orlando-feltinum. Tað framleiddi 2.750 tunnur um dagin heldur enn tær 10.000 tunnurnar, sum væntað og vónað varð. Hann keypir part av niðurlendskum havvindorku-projekti, sum danska orkufelagið Orsted eigur. Orsted er fyrrverandi oljufelagið Dong, sum stóð fyri stórum parti av danska oljuvirkseminum í Norðsjónum, men sum seinni bleiv broytt til eitt orkufelag, sum burturav tekst við varandi orku. Orsted verður mett sum eitt av teimum fremstu í heiminum á sínum øki. Ein lítil partur verður so brúktur til norska samfelagshúsarhaldið, meðan grunnurin, sum er heimsins størsti sjálvstøðugi grunnur av sínum slag, brúkar part av grunnsfæinum til at keypa upp fastar ognir í fleiri av heimsins størstu býum so sum London, New York, París og Tokio umframt at gera íløgur í partabrøv og lánsbrøv. Nú sær leiðslan fyri grunnin, sum fær undirtøku frá stjórnini, møguleikar fyri at fara undir at gera íløgur í grøna skiftið. Hetta er so byrjanin. Heldur ikki í fjør var nakar leitibrunnur boraður her. Seinasti leitibrunnurin á Atlantsmótinum varð boraður í desember mánað í 2019. Tað var á Warwich oljuleiðini nærhendis kenda Lancaster oljuøkinum har suðuri á bretska landgrunninum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Oljupallar rekast við grønari orku At eingin brunnur verður boraður í grannalagnum í ár kemur neyvan óvart á, tá hugsað verður um støðuna í oljuvinnuni. Feløgini vilja nevniliga brúka orkuna uppá at menna og útbyggja verandi fund og virksemi, áðrenn tey fara at gera íløgur í nýggja leiting sum støðan er í løtuni. Eisini hevur grøna skiftið ávirkan á støðuna og víðari gondina. Eitt nú er talan um fleiri oljufeløg, sum hava liggjandi verkætlanir á tekniborðinum til útbyggjan av fleiri olju- og gassfundum eystan fyri føroyska markið. Flestu av hesum fundum liggja í føroyska grannalagnum, og tá grønt ljós verður givið til taka útbyggingarætlanir av aftur hillini, kann hetta koma at hava avleiddar avleiðingar fyri Føroyar og føroyska vinnu eisini. Fundini liggja so mikið nær føroyska markinum, at tað er hugsandi, at oljufeløgini vilja leggja undir seg møguligar goymslur, sum kunnu liggja í undirgrundini føroysku megin markið eisini. Jarðfeingi og Oljuvinnufelagið fylgja gongdini Føroyskar veitingarfyritøkur liggja eisini framvið og fylgja gongdini eystan fyri markið, tí fleiri av komandi útbyggingum liggja nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi, tá hugsað verður um tær mongu tænastuveitingar, sum fara at hava tilknýti til møguligu útbyggingarnar á Atlantsmótinum. So tað er greitt, at bæði á Jarðfeingi og í Oljuvinnufelagnum hava tey eyguni opin fyri tí, sum kann henda í næsta grannalagnum komandi árini. Á Jarðfeingi brúka tey m. a. orku uppá at nýtulka data og tilfar frá økinum við markið og annars á føroyska landgrunninum umframt at hava tættan dialog við tey oljufeløgini, sum arbeiða hinumegin markið. Føroyar liggja sera væl fyri at tæna tí vaksandi ferðsluni, sum kemur í kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, har siglingarleiðirnar gjøgnum Arktis gerast opnar størri og størri part av árinum. Aftrat hesum liggja Føroyar eisini væl fyri, tá talan er um ferðsluna tvørtur um Atlantshav eins og tað virksemi, sum er ikki minst í bretskum sjógvi nærhendis. Javnan koma veitingarskip henda vegin at fáa vørur og tænastur. Í okkara næsta grannalag, Hetlandi, síggja tey her ein stóran møguleika fyri at rótfesta eina spildurnýggja vinnu, og í hesum sambandi eru tað uttan iva eisini tey í Føroyum, sum hugsa somu tankar. Kann“ Decommissioning” kanska eisini gerast ein nýggj hjávinna í Føroyum. Time will show. Oljan. fo ynskir øllum føroyingum á sjógvi og á landi einar góðar páskir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2021 31 Leygardagur 10. apríl 2021 Miðil: Grønlendingar kunnu leita sær íblástur frá føroyingum Føroyar hava prógvað, at tað ber til hjá einum landi við fáum íbúgvum at klára seg væl fíggjarliga, og kunnu Føroyar vera ein fyrimynd fyri Grønland Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021 32 Leygardagur 10. apríl 2021 EMA: Koppsetingin hjá AstraZeneca hongur saman við blóðtøppum Umboð fyri evropeiska heiluvágsmyndugleikin hava umrøtt støðuna og ætlanina framyvir Mynd: EPA SkrivaÐ: Agnar Prestá Í eina tíð nú hevur ivamál verið um koppsetingina fyri koronu, sum AstraZeneca hevur framleitt. Fyrst vóru trupulleikar við at framleiða nóg mikið og senda koppsetingarnar til tíðina, men álvarsligi spurningurin stakk seg síðani upp: Er nakað samband við koppsetingina og blóðtøpp. Cavaleri staðfestir, at orsøkin samanhangin er ókend, og at fyrimunirnir við koppsetingini framvegis eru størri enn vansarnir. Tó skal okkurt gerast við støðuna, og bólkurin, sum ger koppsetingarætlanina, leggur eina nýggja ætlan í løtuni, sum verður kunngjørt seinni í vikuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 33 Leygardagur 10. apríl 2021 Serbia bjóðar ferðafólki vaksinuna Landið hevur ov nógva vaksinu, tí alt fleiri fólk sýta fyri at lata seg koppseta (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Serbar í hópatali siga nei takk til at lata seg koppseta móti korona, og landið bjóðar nú útlendingum, sum koma til landið vaksinuna. Bert ein fjórðingur av serbunum, ið eru góðkendir at verða koppsettir, hava higartil tikið ímóti tilboðnum um koppseting. Landið hevur fingið fleiri sløg av vaksinum. Tey hava fingið bæði frá Pfizer/BioNTech og AstraZeneca. Sambært fremsta smittuserfrøðinginum í landinum, Predrag Kon, er orsøkin villeiðandi tíðindi, ið spjaða seg á internetinum. Villeiðandi kunningin verður spjadd av bólkum, sum eru ímóti vaksinuni, sigur Predrag Kon, skrivar AFP. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021 34 Leygardagur 10. apríl 2021 Tveir flokkar dumpaðu til landstingsvalið Og Kim Kielsen er betri umtóktur millum veljararnar enn Erik Jensen, so valdsstríðið í Siumut er neyvan av enn Múte B. Egede, formaður í IA, fekk 3.380 persónligar atkvøðar-nógv flestar. Inuit Ataqatigiit gjørdist størsti flokkur við 9.912 atkvøðum og 12 tinglimum. Síðan kom Siumut við 7.971 atkvøðum og 10 tinglimum, Naleraq við 3.239 atkvøðum og fýra tinglimum, Demokraatit við 2.452 atkvøðum og trimum tinglimum og Atassut við 1.879 atkvøðum og tveimum tinglimum. Naleraq: Hans Enoksen, Pele Broberg, Jens Napátok og Emanuel Nûko. Hetta vísir, at sitandi landsstýrisformaður og fyrrverandi formaðurin í Siumut fekk nógv fleiri avkvøður enn núverandi floksformaðurin, Erik Jensen, so okkurt bendur á, at innanhýsis valdsstríðið í tí flokkinum ikki er av enn. Úrslitið av valinum vísti, at tveir markantir politikarar ikki fingu afturval, nevniliga Vittus Qujaukitsok, sitandi fíggjarmálaráðharri, úr Nunatta Qitornai, og Tillie Martinussen úr Samarbejdspartiet. Hvørgin flokkurin fekk nóg mikið av atkvøðum til at røkka um tinggáttina. Nú verður sessurin hjá Kiista P Isaksen yvirtikin av Stine Egede frá IA. Hinvegin varðveitti Simiut meirilutan og endurvann borgarstjóran í Avannaata Kommunia (Ilulissat) og Qeqqata Kommunia (Sisimiut). Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021 36 Leygardagur 10. apríl 2021 Kavaðu niður á skipsvrak á 6.500 metra dýpi Amerikanski oyðarin USS Johnson varð søktur í sjóbardaganum við Filipsoyggjar SkrivaÐ: Tað er eydnast einum mannaðum sokallaðum mini-kavbáti at koma niður á vrakið av einum amerikanskum krígsskipi, ið varð skotið niður undir øðrum heimsbardaga, og nú liggur á 6.500 mnetra dýpi nærhendis Filipsoyggjum. -Vit funnu teir báðar fremstu triðingarnar av skipinum, sum stóð uppi, óskalað, á 6.456 metra dýpi, skrivar Victor Vescovo. 115 metra langa krígsskipið varð søkt av einum japanskum krígsskipi í einum sjóbardaga 25. oktober 1944. Bert 141 av menningini á 327 sluppu við lívinum, sambært arkivunum hjá amerikanska herflotanum, skrivar AFP. -Tað varð rakt av kanónum frá størsta krígsskipinum, ið nakrantíð er bygd–slagskipinum hjá keisarliga japanska flotanum, Yamato. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021 37 Leygardagur 10. apríl 2021 Philip prinsur farin-99 ár Maðurin hjá bretsku drotningini andaðist fríggjadagin SkrivaÐ: Maðurin hjá bretsku Elizabeth drotning, 99 ára gamli Philip prinsur, er farin. Hesum boðar Buckingham Palace frá fríggjadagin. Philip prinsur varð føddur í Grikkalandi 10. juni 1921. Hann giftist táverandi Elizabeth prinsessu í 1947–hetta var fimm ár, áðrenn hon yvirtók bretsku trónuna. Svenska stjórnin setir nú sjey milliardir krónur–tað er umleið fimm milliardir í okkara krónum–av til at berja niður covid-19 sjúkuna og til økta røkt og koppseting. Svøríki hevur slept mállinum um at øll skulu hava fingið eitt tilboð um koppseting innan 1. juli. Tað upplýsti Lena Hallengren á einum tíðindafundi skírisdag. Dagurin er nú fluttur til 15. august, segði hon. Koppsetingarmálið varð sett í desember, og ætlanin var at hava brúkt 17,4 milliónir skamtar móti endanum av juni. Nú roknar Svøríki við at hava brúkt 10,9 milliónir skamtar til ta tíð, skrivar TT-tíðindastovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021 40 Leygardagur 10. apríl 2021 Eemslift Hendrika er nú sleipað til lands Tað eydnaðist at fáa ein enda á neyðstadda skipið í mikukvøldið (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika, sum síðan mánadagin hevur rikist uttan manning út fyri Noregs strond, varð hósdagin sleipað inn til Ålesund. Togararnir Nordmand Drott og BB Ocean fóru síðan at sleipa Eemslift Hendrika við trý míla ferð móti Ålesund. Verjuskipið KV Bergen fylgdi skipunum. Út móti kvøldið hósdagin lá Eemslift Hendrika trygt við bryggju í Ålesund. Skipið hevði tá eina slagsíðu á 30 stig. Norska bjargingartænastan sendi bjargingartyrlur og skip fyri at hjálpa til. Manningin varð mánadagin bjargað av bátinum, og hevur síðan verið á einum hotelli í Giske kommunu, skrivar NRK. Talan varð varð hildin beint eftir páskamessuna í Pæturskirkjuni. Hesaferð var, sum vera mann, koronafarsóttin partur av dagsskránni. -Eg heiti á altjóða samfelagið um at hjálpa við til at fáa koppsetingarheilivágin breiddan út til allan heimin uttan seinkingar–serliga til tey fátækastu londini, segði hann. Frans pávi segði í síni prædiku, at tað líkist ongum, at tað framhaldandi eru vápnaðar ósemjur meðan farsóttin herjar. -Farsóttin spjaðir seg, og sosiala og búskaparliga kreppan er framvegis stór–serliga fyri tey fátæku. Kortini–og tað líkist ongum–eru vápnaðu ósemjurnar ikki støðgaðar, og vápnadubbingin heldur fram, segði pávin. Hann hevur ongar kenslur í fótunum meira. Frammanundan hevur hann ógvusliga pínu í rykkinum, og vísir eisini tekn um at hava tuberkulosu. Aðalskrivarin í Amnesty International metir, at andstøðingurin verður útsettur fyri píning í fongslinum. Tað er torturur, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari. Hon vísir eisini á, at tað er ómenniskjaligt ikki at geva honum atgongd til ein lækna, sum hann hevur álit á, sigur hon í samrøðuni. Mikudagin var persónligi læknin hjá Navalnyj, Anastasia Vasiljeva, handtikin uttan fyri fongslið har Aleksej Navaljyj situr. So leingi hann situr í fongsli, er tað ábyrgdin hjá myndugleikunum at tryggja heiluna hjá honum, segði talskvinnan hjá Joe Biden, Jen Psaki. Andstøðingurin skrivaði á Instagram mánadagin, at hann er sinnaður at halda fram við hungursverkfallinum, eisini hóast heilsustøðan versnar. Hann hevur verið í hungursverkfalli síðan seinasta mikudag. Nakað líknandi var forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, úti fyri, tá hon var á almennari vitjan hjá turkiska forsetanum í vikuni. Hon og forsetin í Europaráðnum, Charles Michel, vitjaðu týsdagin Recep Tayyip Erdogan í Turkalandi. Endamálið við fundinum var eitt nú at bøta um viðurskiftini millum ES og Turkaland. Eitt filmsbrot av hendingini vísir, at hon var ivasom um hvat hon skuldi siga. Hon harkar og veipar varðisliga við hondunum. At enda varð henni bjóðað sess í eini stórari ljósabrúnari sofu úti á síðuni. Men hon valdi at síggja burt frá hesum, og miðsavna seg um innihaldið á fundinum ístaðin. Talsmaðurin sigur, at tað hevur verið samband við turkiskar myndugleikar um, at slíkt ikki skal henda aftur. Hann leggur afturat, at turkisku myndugleikarnir vóru fullgreiðir yvir, at von der Leyen eisini skuldi koma. Evroparáðið stóð á odda fyri hesi ætlan. Viðferðin, sum van der Leyen fekk, hevur fingið øði í fleiri ES-politikarar. Spanska Iratxe Garcia Perez, havur kallað hendingina skammiliga. Men sambært Sky News vóru fundir millum umboð fyri ES og Turkaland undan fundinum fyri at semjast um hvussu fundurin skuldi fara fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 44 Leygardagur 10. apríl 2021 Sendimaðurin útilæstur Sendimaðurin hjá Myanmar í London er tveittur út. Varasendiharrin, ið stuðlar hernaðarstýrinum í heimlandinum hevur tikið yvir Kyaw Zwar Minn uttan fyri sendistovuna í London í mikudagin (Mynd: BBC) SkrivaÐ: Sendimaðurin hjá Myanmar til Bretlands, sleppur ikki inn á sendistovuna í London meira. Síðan hevur herurin sligið alla mótstøðu í landinum harðliga niður. Sendiharrin í London hevur seinastu vikuna sagt seg vera ósamdan við hernaðarstýrið, og hevur heitt á herleiðsluna um at lata landsins veruliga leiðara, Aung San Suu Kyi, leysa. -Eg eri útilæstur, segði Kyaw Zwar Minn við Reuters tíðindastovuna mikudagin uttan fyri sendistovuna í miðbýnum í London. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021 45 Leygardagur 10. apríl 2021 Stóru stjørnurnar rýma til Avstralia Samstundis sum fleiri heimsstjørnur flokkast til Avstralia at fáa ein meira frælsan gerandisdag, eru 40.000 avstralskir borgarar fangaðir uttanlands orsakað ferðaavmarkingum og høgum ferðaseðlaprísum Millum tey, sum hava leitað sær til Avstralia at búgva er bretski tónleikarin Ed Sheeran (Savnsmynd) SkrivaÐ: Meðan gerandisdagurin í nógvum londum er merktur av nógvum smittufyribyrgjandi tiltøkum og avmarkingum, eru onnur lond, har fólk, eins og í Føroyum, hava kunnað livað meira vanligt. Eitt land, sum hevur klárað seg væl undir koronafarsóttini er Avstralia, og sambært BBC er tað næstan blivið til eitt slag av mekka fyri tey ríku í Hollywood. Heimskendar stjørnur flokkast nevniliga til landið fyri at fáa ein meira frælsan gerandisdag. Sambært Ritzau eru tó ikki øll, sum fegnast um hetta, m. a. tí fleiri enn 40.000 avstralskir ríkisborgarar framvegis eru fastir í útlondum, eftir at Avstralia lat landamørkini aftur í fjør. Sambært fleiri teirra, sleppa tey ikki heim, tí tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa at ferðast inn í Avstralia um vikuna, og tað hevur so hækkað prísin á ferðaseðlum. Prísurin fyri at flúgva millum Avstralia og Evropa kann verða heilt upp í 15.000 krónur pr. persón, og nakað tað sama kostar tað at vera í sóttarhaldi á einum gistingarhúsi, tá mann er sloppin inn í landið. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað gjørdist spennandi í flogbólti hjá kvinnum síðsta leygardag, tá SÍ og Dráttur spældu seinnu hálvfinaluna um føroyameistaraskapin. Sørvágskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna 3-0, men leygardagin gav Dráttur dygga mótstøðu. Liðini máttu út í ein fimm-settara fyri at finna vinnaran í seinnu finaluni, og úrslitið gjørdist at Dráttur vann fimta settið. Vinstrumegin Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og høgrumegin Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvági Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021 47 Leygardagur 10. apríl 2021 Flogbóltur, menn: Mjølnir vann gullsettið og FM-heitið Hóast ÍF vann seinnu FM-finaluna var Mjølnir sterkari í avgerandi gullsettinum og tryggjaði sær føroyameistaraheitið (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Meðan Mjølnir vann fyrru FM-finaluna farna hósdag, var tað ÍF, sum leygardagin vann seinnu finaluna, og eins og hjá kvinnunum, so máttu liðini spæla eitt gullsett fyri at avgera føroyameistaraheitið. Í gullsettinum leikaði javnt á, men Mjølnir var omaná og vann 15-11, og er sostatt føroyameistari. H71 skuldi vinna týskvøldið fyri at halda lív í vónini um at sleppa í finaluna, tí við sigri í Hoyvík leygardagin, høvdu strandakvinnur annað beinið í finaluni. Men tað var ikki uttan stríð. Hoyvíkskvinnur løgdu hart út, og vóru á odda við nógvum málum í fleiri umførum. Hetta gav 19-19 tá dysturin varð bríkslaður av. Tískil máttu liðini út í longda leiktíð, fimm minuttir hvønn vegin, fyri at finna ein vinnara. Her var tað StÍF, sum dró longra stráðið við avgerandi máli frá Emmy Kass í allar seinastu løtu, og vann dystin 23-22. Týskvøldið vóru kyndilskvinnur omaná og vunnu við trimum. Harvið var neyðugt við triðju hálvfinaluni, sum varð leikt í Høllini á Hálsi hóskvøldið. Larmurin og spenningurin var øðiligur. Tað kom betur glið á álopsspælið, men miðskeiðis í hálvleikinum kom aftur stígur í, og fleiri tekniskar villur vóru at síggja. Jovana og Margit forðaðu eisini fyri í fleiri førum, hóast álopi vóru góð. Tað vóru tó Margit og Neistin, ið høvdu ein lítlan fyrimu, tá farið var til hálvleiks. Tá so Brynja Høj noyddist av vølli miðskeiðis í 2. hálvleiki við skaða í fótliðnum, so spældu tær í bláum við sera ungum liðið og uttan tveir lyklaleikarar. Kyndil kom eisini á javnt í 17. minutti (16-16), spælið hjá Neistanum koyrdi ikki heilt, og nú lá tað eitt sindur til kyndilskvinnur. Men so tók Neista-liðið seg saman: Margit Weihe kom av álvara í gongd aftur í málinum, Marjun kom inn og gjørdi mun í báðum endum, og so tók 16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy av álvara ábyrgd. Maria Nólsoy gjørdi veruliga vart við seg (Mynd: Sverri Egholm) Stórur fagnaður á teimum í bláum eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm) Harvið eru liðini, sum bæði fingu 29 stig í grundspælinum, nú liðug fyri í ár-fyriuttan ein dyst um bronsu, ið er á skránni leygarkvøldið. Neistin endaði á triðja plássi í grunspælinum, StÍF á fjórða, og hesi skulu hittast í FM-finalunum. Talan verður um í minsta lagið um tríggjar finalur og í mesta lagi fimm-tað er liðið, ið fyrst vinnur tríggjar finalur, ið fær steyp og gull. Talan var um ein javnan dyst, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn í seinastu minuttunum. Tá riggaði tað bara hjá H71, sum vann dystin við einum máli 23-22. Støðan í hálvleikinum var 10-10. Neistin var á odda við tveimum málum í tveimum førum í 1. hálvleiki, og tað tók eina løtu, áðrenn VÍF fekk gongd á áloppspælið og fekk "skotið hol á" Bence Gödor. ið stóð sera væl fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Í hinum endanum byrjaði Mladen at fáa fatur og serliga á skotum frá vongleikarunum hjá Neistanum. Teir megnaðu millum annað at gera sær dælt av yvirtalsstøðum, og Neistin kom bert einaferð aftur niður á minus tvey. Tað var tíðliga í 2. hálvleiki, tá verjuparturin hjá Neistanum stóð seg væl, men so dró VÍF frá aftur, teir í bláum manglaðu loysnir í álopsspælinum, har tann "guli múrurin" stóð væl fyri, og har Mladen framvegis var ein góður aftasti skansi. Tað vóru Filip Jojic og Olsen-brøðurnir, ið gingu á odda við málskjótingini hjá VÍF, men tað var enn eitt sterkt liðavrik, ið laðaði grundina fyri, at finaluluttøkan nú er tryggjað. Fyrsta FM-finalan verður leikt í morgin, 11. apríl. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari. VÍF og H71 skulu eisini spæla mikudagin 14. apríl og leygardagin 17. apríl. Tað var undir dystinum móti HB tann 19. mars, at Finnur Justinussen mátti berast av vølli eftir ein nærdyst. Nú er greitt, at hann hevur slitð krossbandið, og ikki spælir aftur í 2021. Finnur Justinussen varð borin av vøllinum (Mynd: Sverri Egholm) Finnur Justinussen er 32 ár, og hevur skorað 112 mál í 208 dystum fyri Víking sambært Faroesoccer. Liðskiparin hevur síðan givin at spæla fótbólt (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: 22. juni og 25. juni verða spennandi fótbóltsdystir í Føroyum. Talan er um eina kapping millum meistaraliðini í Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino. Men tað er nú avgjørt, at hesi liðini skulu spæla undankapping í Føroyum. 8. juni verður lutakast um hvussu dystirnir verða spældir. Verður mannagongdin tann sama, sum í fjør, so verða HB og meistararnir úr Kosovi seedaðir, og koma ikki at hittast í fyrstu dystinum, sum verða spældir 22. juni. Men úrslitini í Champions League hava lagað seg soleiðis, at Norðurírland hevur vunnið seg fram um Føroyar, og norðurírsku meistararnir sleppa nú undan hesi kappingini, sum er millum tey lægst styrkismettu londini í Evropa, tá um felagsfótbólt ræður. Í fjør hendi tað, at meistararnir úr Kosovo, FC Drita, spældu seg í finaluna móti Linfield úr Norðurírlandi. Liðini høvdu vunnið á ávikavist Inter Club d’ Escaldes úr Andorra og Tre Fiori úr San Marino. Linfield trekti útivøll móti pólsku meistarunum úr Legia í Warshawa í fyrsta umfari, og tapti dystin 0-1. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021 54 Leygardagur 10. apríl 2021 Ólavur Larsen leingir við ÍF Fuglafirðingar tryggja sær høvuðsvenjaran til og við kappingarárið 2022 Høvuðsvenjarin á besta mansliðnum hjá ÍF, Ólavur Larsen, hevur longt um sáttmálan. Hesum boðar felagið frá farna vikuskiftið. Ólavur Larsen fer eisini at røkja aðrar uppgávur í felagnum aftrat uppgávuni sum høvuðsvenjari. Besta mansliðið hjá fuglfirðingum hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, og liggur aftaná trý umfør á øðrum plássi við sjey stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021 55 Leygardagur 10. apríl 2021 Áskoðarar aftur til dystir í Onglandi seinni í mánaðinum 8.000 áskoðarar við koronapassi sleppa inn til Liga Cup finaluna á Wembley 25. apríl (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Tá Tottenham og Manchester City hin 25. apríl fara á Wembley leikvøllin í London fyri at spæla finalu í Liga Cup, verða áskoðarar til dystin. Fyri at kunna fáa atgongumerki, er neyðugt at vísa eitt koronapass, har tað týðuliga gongur fram, um ein er koppsettur ella nýliga testaður. -Talan er um eina vísundaliga roynd, sum skal beina slóð fyri, at vit aftur sleppa at kunna gleðast um at uppliva stórhendingar saman, sigur bretski mentamálaráðharrin, Oliver Dowden. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021 56 Leygardagur 10. apríl 2021 Badminton: Spæla um føroyameistaraheitið í dag Kontrast FM verður í Høllini á Hálsi í dag Trígir av finaluluttakararnar til einmansleik í badminton til Kontrast FM finalurnar: Miriam í Grótinum, Magnus Dahl Christiansen og Gunnva K. Jacobsen, øll úr HBF SkrivaÐ: Tíðindaskriv Sera spennandi dystir vóru í Badmintonhøllini í Havn í vikuni, tá innleiðandi umførini til FM í badminton byrjaðu. Kontrast FM verður í høllini á Hálsi í dag, leygardagin 10. apríl. Tá verða allar finalurnar um føroyameistaraheitið í badminton spældar. Dagurin byrjar kl 10, tá verða finalurnar stroymdar á facebook síðuni hjá Badmintonsambandinum. Kappast var í tveimum bólkum, har mótiónsbólkurin súkklaði styttra teinin á 44 kilometrar og 1.100 hæddarmetrar beina leið úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Opin bólkur súkklaði longra teinin á 66 kilometrar og 1.400 hæddarmetrar og fór úr Kollafirði norður til Hósvíkar at venda, og síðani til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Sjey súkklarar luttóku í motiónsbólkinum og seks luttkarar í opnum bólki. Tá komið var til Vestmannar lá vindurin í ryggin og tað bleiv í størri mun ein styrkisdystur millum hvønn súkklara. Helgi drúgvastur Í opnum bólki vóru tríggir mans saman, tá ið drúgva klintringina niðan á Høgareyn úr Leynum byrjaði. Tað eydnaðist Helga Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum og Dáva Magnussen úr Tórshavnar Súkklufelagið at sleppa undan Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag í brekkuni. King of Mountain Sum ofta er í súkklukappingum, var ein eykakapping løgd inn. Allir súkklarar, sum ynsktu at luttaka, vóru bidnir um at leggja GPS máting á Strava. Hetta er ein talgildur platformur at samanbera tíðir við á einum undanskrásettum strekki. Stórur partur av klintringini er væl omanfyri 10 prosent. Spenningur var um súkklararnir fóru at klára at bøta um áður skjótastu tíð. Tað gjørdi bæði Helgi og Dávur, og Helgi gjørdist skjótasti súkklari á strekkinum við tíðini 15.48 minuttir, sum var 2.47 mininuttari skjótari enn fyrra tíðin. Frá vinstru Jákup Petur Eliassen, Helgi Winther Olsen og Dávur Magnussen (Mynd: Oskar Wilk) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021 Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag. Teir báðir endaðu javnir fremst í landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini, sum Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri á Skúlatrøð í dimbuldagavikuni. Fyri tólvtu ferð hesar hálvthundrað ferðirnar, at telvað hevur verið um FM-heitið í einstaklingstelving í nýggjari tíð, mátti umdystur til. Í seinna talvinum spenti Martin seg út. Hann hevði Høgna í trongstøðu, fekk hann at hugsa leingi, so at hann eisini varð trýstur á klokkuni, og í uppbýtisskiftinum úr miðtalvi í endatalv, lá Martin brádliga omaná, og restin var teknikkur. Dramatisk snartelving Nú var 1-1, so farast mátti undir snarkapping. Brádliga misti Martin mann, men honum eydnaðist kortini at bíta saman tenn og stríðast av øllum alvi, og mín sann um hann ikki fekk talvið javnt kortini. Slíkt hendir bara í snartalvum. Nú hevði Martin hvítt í seinna snartalvinum. Vit fingu tí ikki hitt ultimativa Armageddon-talvið, sum hesin umdysturin helst hevði uppiborð. Høgni Egilstoft Nielsen (hm) og Martin Poulsen (vm) takka hvør øðrum fyri ein spennandi og harðan umdyst um FM-heitið. (Mynd: Esbern Christiansen) Umdystur um FM-heitið í unglingadeildini. Árið í ár var tí hitt hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð, at spælt hevur verið um FM-heitið í einstaklingstalvi. Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins. |
Bárður klárar seg ikki í kappingini móti Akseli SíÐa 3 BankNordik letur aðru hvørja sjálvtøku aftur SíÐa 6 Frálík føroysk úrslit á útivølli SíÐa 48 Skulu súkkla yvir 1.100 kilometrar í Danmark SíÐa 36 Føroyaleikir eru hetta vikuskiftið SíÐa 46 1 Leygardagur 10. juli 2021 Góðan lesihug og góða eystanstevnu Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Nú má onkur taka um endan Koronastøðan flýtur. Løgmaður og landsstýri seta ongi krøv og vilja ikki taka ábyrgd, samstundis sum tey leggja trýst á fyriskiparar av tiltøkum, ið eru ætlað at søta um summarið hjá serliga okkara ungu. Nógv er lagt fyri, bæði í orku og pengum, at fáa hesi tiltøk stáplað upp á beinini undir teimum serligu umstøðum, ið framvegis eru galdandi í heiminum orsaka av eini smittu, sum helst ikki er tann stóra hóttanin longur. Tey, ið siga, at fyriskipararnir av eitt nú G! festivalinum ikki hava víst ábyrgd, hava neyvan fatað støðuna. Hesi fólk, sum í stóran mun arbeiða sjálvboðin, eru júst tey, ið hava víst ábyrgd–tey hava gjørt sær ómak, og hava funni fram møguleikar til tess at loysa avbjóðingarnar. At landsstýrið so í onkrum herðindi av ráðaloysi, eina viku áðrenn festivalurin skuldi byrja, loksins stingur høvdið fram við lyftum um endurgjald, vísir bara hvussu lítil stirðil er í koronatilbúgvingini her á landi. Vinarligu áheitanirnar frá løgmanni um virðing og álit millum borgara og landsstýrið, hevur jú alla tíðina botnað í, at landsstýrið roynir at skáka sær undan at rinda fyri tann miss, sum føroyingurin–bæði privat og vinnulív–hevur verið fyri orsaka av smittuni. Nú mátti landsstýrið so kortini koma við einum lyfti um endurrindan í seinastu royndini at fáa eitt ávíst einstakt tiltak avlýst. Hetta lyftið kom–í besta føri–tveir mánaðir ov seint. Samstundis, sum orkan í Tinganesi verður brúkt til at skipa fyri kongaligari kurteisisvitjan. Ei undur í, at fólk eru í villareiði. Forsyndað og sint. Her er ongin samanhangur. Summi kunnu savnast–onnur ikki. Hvør kann og hvør kann ikki? Ongin veit. Eitt er vist. Smittustøðan sum hon er í dag, broytist ikki komandi tríggjar vikurnar, og tí verður hon onki øðrvísi, tá tjóðarhátíðin bankar uppá. Tí ber tað ikki til at halda eina“ vanliga” ólavsøku í ár–yvirhøvur ikki. Minst til, at galdandi hámark fyri at savnast, framvegis er 500 fólk. Hvør tekur ábyrgdina av at telja upp í fimmhundrað tá løgmaður stillar seg á odda í ólavsøkuskrúðgonguni? Og tí ber tað heldur ikki til at skipa fyri drotningavitjan í summar heldur. Kravið um koronakanning við innferð er framvegis galdandi henda mánaðin út. Veit hennara hátign av, at øll–høg sum lág–skulu potast fyri at sleppa í land? Og hvør skal trýsta pinnin niður í svølgið á drotningini? Skal landslæknin? Dugir hann? Og hvat um onkur av manningini á kongaskipinum hevur smittuna? Skal hon so vendast í landgongdini og setast í sóttarhald eins og tá aðrir hópar koma hendavegin? Og hvussu við okkum, sum vilja sleppa at veittra til drotningina? Skulu vit gera tað við munnbindi? Ella skal landsstýrið biðja føroyingar um at lata vera við at koma út og heilsa upp á drottningina? Hvør telur upp í fimmhundrað? Nei. Tað ber ikki til! Sendið tí heldur eini vinarlig boð til hóvið um–eins og tá hennara hátign ætlaði at koma á vitjan mitt í einum valstríði–at bíða við at koma til henda sokallaða farsóttin er av. Tað gevur ikki meining at taka ímóti drotningini meðan ráðaloysi ræður her á landi. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 4757 Lisnar síður: 23718 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 10. juli 2021 Sandoy Seafood skal hvíla í sær sjálvum Higartil hevur tað kostað nýggju eigarunum, hjúnunum Ann-Dorith og Ole Nattestad í Hirtshals, góðar 30 miljónir krónur at yvirtaka og út- og umbyggja flakavirkið í Skopun (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Leivur Hansen-Tað kom sum ein bumba, tá tað fyri tveimum árum síðani frættist, at táverandi eigararnir av Sandoy Seafood, Mowi Faroes og Delta Seafood, høvdu gjørt av at snara lyklinum um á virkinum og 60 arbeiðspláss samstundis hvurvu. -Hetta var jú størsta arbeiðsplássið í bygdini og í oynni sum heild, so hetta var sera álvarsamt fyri okkum øll, greiðir Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun frá. Fáar dagar seinni varð vónbrotið og døpru framtíðarútlitini tó brádliga avloyst av gleði og bjartskygni. (Mynd: Jens Kr. Vang) Fekk óvæntaða hjálp-Knappliga var ein maður í telefonini, ið bjóðaði sær at hjálpa okkum, eftir at hava fingið eitt prej um støðuna. Talan var um Óla Nattestad, rokskipara og vinnulívsmann í Hirtshals, sum hevur konu hiðani úr bygdini og sjálvur er ættaður úr Skálavík. -Hann segði seg nú vera til reiðar at veita bygdini okkurt afturfyri góðu konuna, hann hevði fingið hiðani, og tað skuldi gerast við at fáa flakavirkið í gongd aftur, so fólkið aftur kundi sleppa til arbeiðis sum skjótast, minnist Gerhard aftur á við gleði. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 3 Leygardagur 10. juli 2021 Bárður klárar seg ikki í kappingini móti Akseli Spyr. fo: Valskeiðið er hálvrunnið, men einki røkist fyri eini løgmanseffekt í spurninginum um hvønn veljarin vil hava til løgmann eftir komandi val Bárður á Steig Nielsen vinnur ikki inn aftur á undangongumann sín í spurninginum um hvør skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Hóast Bárður á Steig Nielsen hevur sitið sum Føroya løgmaður í út móti tveimum árum skjótt, so er onki, sum bendir á, at vaksandi undirtøka er fyri honum sum løgmansevni–heldur tvørturímóti. Tað er framvegis nógv flestir føroyingar, sum vilja hava formann Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen at vera løgmaður. Veljarakanningin, sum Spyr. fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í undanfarnu viku vísir, at sitandi løgmaður ikki fær nakran fyrimun av sokallaðu løgmanseffektini, sum ofta hevur verið galdandi–hetta við, at sitandi stjórnarleiðari hevur ein fyrimun í kappingini við hinar biðlarnar til embætið. Sigast skal tó, at undirtøkan hjá hvørki núverandi ella fyrrverandi løgmanni, er eins stór og hon fyrr hevur verið, men framvegis eru tað bert hesir báðir, sum eru veruligir biðlar til løgmanssessin. Ein góður triðingur av Føroya fólki, 34,8 prosent, halda, at Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval. 26,8 prosent siga Bárður á Steig Nielsen. Hjá Aksel er talan um ein lítlan vøkstur í mun til seinastu kanning fyri trimum mánaðum síðani og fyri Bárð eina lítla afturgongd. Í báðum førum er talan um eina munandi afturgongd í mun til, tá sami spurningur varð settur 26. november í fjør, sí talvu herundir. Hinvegin er undirtøkan vaksandi fyri hinar báðar formenninar í teimum størru flokkunum, Høgna Hoydal í Tjóðveldi og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum. 12,8 prosent peika á formann Tjóðveldis og 7,8 prosent á formann Fólkafloksins. Báðir hava eina lítla, men støðuga framgongd. Kanningarúrslitið fyri teir tríggjar smáu flokkarnar eru so lág, at tey liggja undir óvissuna, sum er fyri hesa kanningina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 4 Leygardagur 10. juli 2021 BankNordik hækkar negativu rentuna Samstundis lækkar eisini upphæddin, sum verður undantikin negativa rentu–ístaðin bjóðar bankin samansparingarkontu við 0 prosent í rentu (Savnsmynd) SkrivaÐ: BankNordik broytir nú skipanina við negativari rentu eitt sindur. Samstundis sum upphæddin, ið verður undantikin negativa rentu, verður lækkað, hækkar negativa rentan eisini eitt vet. Í fráboðanini hjá bankanum siga tey, at negativa rentan lækkar, men tað skal skiljast soleiðis, at bankin nú fer at taka meira í rentu fyri at hava pengar innistandandi. Broytingin fær gildi pr. 16. august. Bankin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:“ Tann 16. august broyta vit innlánsrentur og prísir og fara samstundis undir at bjóða eina nýggja samansparingarkontu uttan negativa rentu. Eisini verður talið av sjálvtøkum kring landið tillagað. Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum hava við sær, at innlánsrentan nú verður lækkað. Tað fer at bera til at hava tríggjar vanligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer upp um ávikavist 100.000 kr., 25.000 kr. og 25.000 kr. Rentan á pensjónskontum verður broytt úr -0,60% til -0,75% frá fyrstu krónu. Børn og ung undir 29 ár eru framvegis undantikin negativari rentu.” 12 mánaða uppsøgn og 0% rentu Sum nakað nýtt bjóðar BankNordik sínum privatkundum eina samansparingarkonto við null prosent í rentu. Hetta er galdandi fyri innlán millum 100.000 og fimm milliónir krónur. Kontan hevur 12 mánaða uppsøgn, og í minsta lagi 100.000 krónur skulu setast inn á kontuna, sum sambært bankanum er“ væl egnað til teirra, ið vilja binda peningin í minst 12 mánaðir og samstundis sleppa undan at gjalda negativa rentu”. Onki verður upplýst um, hvat kundin skal gjalda fyri at fáa pening av kontuni í uppsagnartíðini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 10. juli 2021 BankNordik letur aðru hvørja sjálvtøku aftur Frá 16. august hevur stóri bankin átta sjálvtøkur eftir–tríggjar í Havn og fimm uttan fyri Havnina (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tað er kostnaðarmikið at reka sjálvtøkur við reiðum peningi, og av tí at nýtslan av reiðum peningi er alsamt minkandi, hevur BankNordik gjørt av at lata helmingin av teimum núverandi 16 sjálvtøkunum aftur. Frá 16. august verður sostatt ikki longur møguligt at taka reiðan pening út í sjálvtøkunum hjá BankNordik á Toftum, Strondum, Kollafirði, Hoyvík, Hornabø í Havn, í Vági, á Eiði og á flogvøllinum. -Seinastu árini hava vit staðfest, at nýtslan av reiðum peningi er minkað munandi, og kundarnir eru í alsamt størri mun farnir at gjalda við gjaldskorti, Apple Pay og Google Pay. Henda líðandi atferðarbroyting hevur við sær, at nógvar av sjálvtøkunum í dag verða lutfalsliga lítið brúktar, skrivar bankin í fráboðan í dag. Frá 16 august hevur bankin hesar átta sjálvtøkur: Við høvuðsdeildina á Oknarvegi í Havn Í SMS í Havn Á Áarvegnum í Havn Við deildina í Klaksvík Við deildina í Saltangará Við deildina á Tvøroyri Í Skopun Í Sandavági Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 7 Leygardagur 10. juli 2021 BankNordik hækkar 39 ymisk tænastugjøld Onkur gjøld hækka við heilt upp í 400 prosent–broytingarnar fáa gildi frá 16. august SkrivaÐ: Samstundis sum BankNordik boðaðr frá, at privatkundar skulu rinda meira negativari rentu og afturlatnum sjálvtøkum, boðar bankin eisini frá rættiliga stórum príshækkingum á eini røð av tænastugjøldum at galda frá 16. august. Talan er um 39 tænastugjøld, sum øll hækka munandi–úr 11 prosentum upp í 400 prosent, ella ein fimmfalding. Størsta hækkingin er árliga kontugjaldið fyri eina gjaldoyrakontu, sum hækkar úr 100 krónum upp í 500 krónur og fyri skundflyting í netbankanum fyri bæði privat og vinnu, sum hækkar úr 2 krónum upp í 10. Tað er eisini ein hækking, sum ikki ber til at rokna út í prosentum, nevniliga gjaldið við inngjaldskorti/giro á netbankanum, sum nú fer at kosta 5 krónur–í løtuni er hetta ókeypis. Ein onnur fleirfalding í tænastugjaldinum er útgjald úr sjálvtøkunum fyri NordikBørn, NordikUng og NordikSolo, sum hækkar úr 1,5 til 5 krónur. Trý gjøld hækka við 150 prosentum úr 2 til 5 krónur, nevniliga útgjald í sjálvtøkum, vanlig flyting í Netbankanum og flyting sama dag fyri vinnukundar. Hesar tænastur tvífaldast: Útgjald við kassan, inngjald á egna kontu úr 25 til 50 krónur og gjald fyri lønarflyting og fastur lønarordri, sum hækka úr 20 til 40 krónur“ pr. lønarlinju”. Drotningin verður eftir ætlan í Føroyum frá 14. juli til 19. juli, men nú heitir Bjarni Kárason Petersen á landsstýrið um at avlýsa vitjanina. Hetta orsakað av smittustøðuni (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Havandi í huga ta smittustøðu, sum føroyska samfelagið er í, verður heitt á landsstýrið um at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina, ið eftir ætlan skal vera frá 14. juli til 19. juli. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, tinglimir fyri Framsókn, í skrivi til miðlarnar. Drotningin skal ferðast víða um í landinum, og helst vera stórar fólkamongdir savnaðar orsakað av hesum. -Fyriskipararnir av G! festivalinum hava tikið avgerð um at avlýsa festivalin, fyri at fylgja tilmælunum hjá landsstýrinum. Landsstýrið ætlar hetta sama vikuskifti at vera vertir fyri einum ferðaliðið sum skal koma í tætt samband við føroyingar kring alt landið yvir eitt 6-daga tíðarskeið. Hetta hóast smittutølini hava verið ørkymlandi seinastu dagarnar, og at tamarhald ikki er á smittuni. Heilsufakliga er tað tískil ikki forsvarligt at eitt útlendskt ferðalið ferðast tvørtur um alt landið innan so stutta tíð fyri at heilsa uppá mannamúgvu fyri og aðrari eftir, og er tað heldur ikki í tráð við tilmælini hjá landsstýrinum. -Um tilmælini hjá landsstýrinum frá 14. mai 2021 um at bert 500 fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum enn eru galdandi, vil undirritaði staðiliga mæla løgmanni til at avlýsa drotningarvitjanina, sigur Bjarni Kárason Petersen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021 9 Leygardagur 10. juli 2021 G! festivalurin er avlýstur Tað verður eingin G! festivalur í ár, boðaðu fyrireikararnir frá í hóskvøldið. -Ógreiða støðan og ágangurin frá myndugleikunum í seinastuni ger, at vit í dag kenna okkum kroyst til at hála í bremsuna, siga fyrireikararnir (Mynd: G! festivalurin) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tað harmar okkum at boða frá, at G! festivalurin aftur í ár er avlýstur vegnu serstøku koronu-støðuna. Handfaringin hjá myndugleikunum av støðuni hevur verið vánalig. Ógreiða støðan og ágangurin frá myndugleikunum í seinastuni ger, at vit í dag kenna okkum kroyst til at hála í bremsuna. Støðan hevur verið góð í føroyska samfelagnum og ljósið við endan av tunlinum var at hóma. Tí varð avgerð tikin í mai mánaði um at halda á við fyrireikingum til festivalin, sum skuldi vera 15.-17. juli. Tilmælini vóru tá framvegis, at í mesta lagi 500 fólk kundu samlast, men eingi greið boð vóru at fáa frá myndugleikunum um væntaðu støðuna í summar, hóast einki smittuútbrot hevði verið seinastu 4 mánaðirnar. Samstundis tók landsstýrið avgerð tann 14. mai um at linka um tilmælini fyri ferðandi, ið komu til Føroyar. Sóttarhald í 4 dagar varð broytt til heimauppihald, har ferðandi frítt kundu fara út á matstovu at eta, og smittan fekk fríari ræsur at koma innaftur í samfelagið. -Vit harmast øgiliga nógv um støðuna og høvdu ynskt at kunna hildið festival saman næsta vikuskifti, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G! Festivalinum. Men sum støðan er kenna vit okkum noydd til at avlýsa festivalin aftur í ár. Vit kunnu bara staðfesta, at landsstýrið valdi at lukka føroyska summarið fyri at gera lívið eitt sindur lættari hjá ferðandi, ið komu til Føroyar. Seinastu dagarnir eru smittutilburðirnir vaksnir nógv. Tí kenna nógv fólk seg ótrygg, og vandin fyri smittuspjaðing vaksur dag um dag. Tí er eisini sannlíkt, at Føroyar enda á reyða lista hjá øðrum londum ein av komandi døgunum. Hetta ger tað trupult hjá útlendskum bólkum at koma til Føroyar at spæla, tí tey verða tvungin í sóttarhald, tá tey fara heimaaftur. Alt hetta ger, at G! festivalurin er noyddur til at avlýsa festivalin í ár. Samstundis sum tiltøk innan ítrótt og Ólavssøkan mestsum einki hoyra fyri at samla langt omanfyri 500 fólk, hava myndugleikarnir lagt hart út eftir tónleikafestivalum í summar. Tað seinasta stráið fall, tá løgmaður í dag bjóðaði at endurrindað útreiðslur hjá tónleikafestivalum, aftur fyri at hesir avlýsa síni tiltøk í summar. Øll, ið hava keypt sær atgongumerki til G! festivalin, fáa tí endurgoldið sítt atgongumerki, so skjótt sum landsstýrið hevur útgoldið pengarnar til hetta. G! festivalurin kemur sterkt aftur tann 14.-16. juli í 2022. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 10 Leygardagur 10. juli 2021 Fara at geva tónleikafestivalum koronustuðul fyri at avlýsa Landsstýrið fer at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við tilmælini um at fyribyrgja koronu (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmælini um at fyribyrgja covid-19. Tí verður ein lóg um stuðul til tónleikafestivalar í sambandi við covid-19 løgd fyri løgtingið, boðaði landsstýrið frá í tíðindaskrivi seinnapartin hósdagin. -Vit eru í hægstu summartíð, og mongu áhugaverdu og fjølbroyttu tónleikafestivalarnir kring landið myndað í stóran mun hesa ársins tíð. Hevur koronustøðan við sær, at tað er neyðugt at avlýsa tónleikafestivalar, er talan um ein fíggjarligan smeit hjá fyrireikarunum. Hesa støðuna vilja vit í landsstýrinum bøta um, so at smeiturin ikki verður so dyggur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Uppskotið um stuðul til tónleikafestivalar, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri løgtingið, verður eftir sama leisti, sum í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 11 Leygardagur 10. juli 2021 Gevast at kanna við markið 1. august Farsóttarnevndin metir, at tað er ráðiligt at sleppa kravinum um kanning tá, tí vit tá standa á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: 1. august verður kravið um at lata seg kanna við markið til Føroya slept, hevur farsóttarnevndin gjørt av. Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31. juli ikki longur skulu lata seg kanna. Yvirskipaða metingin er, at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí tá standa vit á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum, skrivar corona. fo. Broytist smittustøðan grundleggjandi, eitt nú við smittsama Delta-fyribrigdinum, er tó ikki óhugsandi, at kravið um at lata seg kanna við markið, aftur verður sett í verk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021 12 Leygardagur 10. juli 2021 84 prosent ikki samd við landsstýrið Ein stórur meiriluti heldur ikki, at tað er rætt at gevast við koronukanningunum við landamørkini 1. august. 7.000 fólk atkvøddu á Portalinum fríggjadagin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í gjár, fríggjadagin var møguligt hjá lesarum á Portalinum at svara spurninginum, um ein heldur tað vera rætt at gevast við at kanna við landamørkini tann 1. august. Beint yvir 7.000 brúkarar svaraðu, og ein stórur meiriluti er ósamdur við tí, sum landsstýrið annars hevur lagt út í kortið við at gevast 1. august. Heili 84 prosent siga nei, og vilja hava kanningarnar at halda fram eftir 1. august, meðan bara 16 prosent siga seg vera samd við landsstýrinum, og halda at tað er nóg leingi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021 13 Leygardagur 10. juli 2021 CoronaVitan:-14 morð framd í Føroyum við koppsetingunum Umstrídd Facebooksíða vil vera við, at 14 fólk í Føroyum eru deyð av koppingarevni móti koronu. 11 av teimum verða nevnd við navni SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað eru ikki hissini skuldsetingar, sum Facebooksíðan CoronaVitan førir fram í hesum døgum. Í einari støðudagføring tann 3. juli vil hendan síðan vera við, at 14 fólk í Føroyum hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini, og skuldsetir myndugleikarnar fyri morð. Á síðuni er eisini listi við 11 navngivnum persónum, sum skulu hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini. Eisini verður sagt, at trý deyðsføll eru staðfest á eldrasambýli eftir prikið, men í hesum førum verða nøvnini ikki kunngjørd. -Skal Føroya fólk bara góðtaka, at landsins leiðsla beint nú roynir at drepa landsins borgarar. Og at teir royna at skava útyvir hesi morð við at misnýta teirra makt yvir stóru føroysku miðlunum, løgregluni og rættarskipanini, verður spurt. -Fólk verða dripin av prikinum, men tað vit tíanverri síggja er, at avvarandi hjá teimum dripnu als ikki reagera uppá hesi dráp. Tey hava til nú verið púra passiv, sigur Coronavitan. -Man tað verða orsakað av óvitinheit um hvat teirra rættur er, tá ein av teirra nærmastu verður dripin í samband við eitt medicinskt eksperiment, sum teir nú deyðu” forsøgspersónarnir” ikki hava skriva undir samtykki til at luttaka í. Ella kann tað kanska hugsast, at tey dripnu ongan góðan høvdu. CoronaVitan velur at trúgva, at tað helst er tað fyrra. Í viðmerkingunum undir støðudagføringini eru nógv sum ilskast inn á Coronavitan. Eitt nú nøkur av teimum avvarandi, sum siga seg vera í sorg og vilja vita hvør tað er, sum stendur aftanfyri síðuna. Tað fæst ikki at vita hvør tað er, sum umsitur CoronaVitan síðuna, men í viðmerkingunum til skrivið stendur at hetta er“ eitt netverk av fólki, sum hevur sum evsta mál, at verja Føroya fólk móti ágangi frá myndugleikum og upplýsa fólk um sannleikan viðvíkjandi corona”. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021 14 Leygardagur 10. juli 2021 Koppsetingarætlanin framskundað tvær vikur Øll hava væntandi fingið tilboð um fyrsta prikið áðrenn ólavsøku (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Koppsetingarbólkurin undir Heilsumálaráðnum hevur nú dagført koppsetingarkalendaran samsvarandi fráboðan um, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya. Danska Sundhedsstyrelsen hevur boðað frá, at fleiri koppingarevni fara at koma til Danmarkar, enn roknað varð við. Hetta merkir somuleiðis, at fleiri koppingarevni koma til Føroyar í næstum. Við grundarlagi í hesum metir Koppsetingarbólkurin, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34, sum er 23. til 29. august. Hetta boðaði Koppsetingarbólkurin frá mánadagin. Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett tvær vikur seinni. Tað vil siga, at tíðarætlanin er framskundað tvær vikur, og øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku. Í Danmark eru tey eisini farin undir at koppseta børn niður í 12 ára aldur–hetta fyri at tryggja floksórinið. Enn hevur føroyska serfrøðin á økinum ikki tikið støðu til um tað er ráðiðigt at koppseta føroyingarnar í aldursbólkinum 12-15 ár. Arbeitt verður við málinum, verður sagt í fráboðanini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 15 Leygardagur 10. juli 2021 Soleiðis virkar flokkimmunitetur Covid-19 koppsetingarbólkurin hevur sent út eina frágreiðing um floksórin Vit laða okkum varðar á leiðini í verjuni ímóti koronu og niðurberjingini av farsóttini. Vit merkja okkum teir rundu dagarnar, fyrst tá tíggju prosent av okkum vórðu koppsett, síðani 20 prosent, triði hvør og so framvegis. Og nú hava 58 prosent av øllum føroyingum fingið fyrsta prikið, og sløk 40 prosent hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. Tað er at frøast um, at tað hevur gingið so væl at koppseta so nógvar føroyingar, uttan at sjúkan veruliga er sloppin at fáa fastatøkur í Føroyum. Og við fáum undantøkum eru tey, sum kortini eru blivin sjúk, sloppin væl–tey eru komin væl fyri seg aftur. Málið er tó flokkimmunitetur, sum er tann stóri varðin á leiðini. Tí tá tað málið er rokkið, missir sjúkan takið og fer so líðandi at hvørva. Tá tað snýr seg um koronu, COVID-19, hevur verið sagt, at flokkimmunitetur er rokkin, tá 70-75 prosent av fólkinum er koppsett. Nýggj meira smittandi frábrigdi av virusinum, til dømis tað sonevnda deltafrábrigdið, hava tó fingið donsku heilsumyndugleikarnar at ivast í, um 70-75 prosent er nóg mikið. Tí hevur Sundhedsstyrelsen mælt til, at ung í aldursbólkinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett. Koppsetingarbólkurin hevur ikki tikið støðu til, um tey í aldursbólkinum 12-15 ár skulu fáa tilboð um koppseting. Arbeitt verður við málinum Men hugtakið flokkimmunitetur verður ofta misskilt Tað liggur í orðinum, at flokkimmunitetur verjir fjøldina. Prinsippið er einfalt at skilja: Tess fleiri fólk í einum landi ella avmarkaðum øki hava andevni ímóti eini smittandi sjúku, til dømis koronu, tí tey eru koppsett ella longu hava verið sjúk, tess minni eru sannlíkindini hjá ókoppsettum fólki at renna seg í fólk, sum eru sjúk og tískil kunnu smitta. Tá flokkimuniteturin er rokkin, eru hesi sannlíkindini vorðin so smá, at tey flestu, sum kortini verða smittað, verða frísk aftur uttan at hava smittað nakran annan. Tá doyr smittan spakuliga út. Tað kann samanberast við ein vatnbrunn, tá turkur er–tað rennur meira úr brunninum enn í hann, og tí tømist hann. Smittan doyr tó ikki út beinanvegin, tá flokkimmuniteturin er rokkin. Og sjúkan kann vitja aftur, til dømis í sambandi við ferðing. Tí er vert at geva gætur, at flokkimmunitetur als ikki merkir, at ongin longur kann gerast sjúk/-ur. Er eitt fólk ikki koppsett ella ikki longu hevur havt koronu, so hevur tað ikki andevni ímóti sjúkuni. Tí kann tað saktans verða smittað og gerast sjúkt, sjálvt um alt fólkið samlað sæð hevur rokkið markinum fyri flokkimmuniteti. Tað er tí skeivt at halda, at einum ikki nýtist at koppsetast, men at tað er nóg mikið bara at ansa væl eftir ikki at gerast sjúk/-ur, áðrenn fjøldin hevur fingið flokkimmunitet, tí tá fer hann at syrgja fyri hundrað prosent verju. Tað fer hann ikki. Flokkimmuniteturin ger sannlíkindini fyri smittu minni og forðar fyri ógvusligari smittuútbreiðslu, men ert tú ókoppsett/-ur og so óheppin at koma í samband við ein, ið ber koronusmittuna, so er stórur vandi fyri at fáa koronu, sama um fólkið annars hevur flokkimmunitet COVID-19 koppsetingarbólkurin Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 16 Leygardagur 10. juli 2021 Løgreglan fingið betri umstøður Politistøðin á Trapputrøðni er nú tikin í nýtslu-sí myndirnar Alarmsentralurin (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Eftir rættiliga drúgva umbygging, var nú endiliga klárt hjá løgregluni í Føroyum at flyta inn í nýggju støðina, sum er innrætta í um- og útbygda bygninginum á Húsagøtu, sum upprunaliga varð bygdur at vera høvuðssæti hjá Sjóvinnubankanum. Bygningurin er umbygdur fyri upp móti 140 milliónir krónur, og arbeiðið gjørdist rættiliga nógv drúgvari enn upprunaliga mett. Men nú hava føroysku løgreglufólkini so fingið heilt góðar umstøður. Løgregluliðið hevur ikki havt ein bygning, ætlaðan til endamálið, síðan tey máttu flyta út úr støðini í J. Broncksgøtu vegna blámusopp fyri fleiri árum síðani. Hesa tíðina hevur løgreglan hildið til í sama bygningi úti við Strond, sum Fiskimálaráðið húsast í. Nógvir framkomnir hentleikar eru í nýggju støðini. Eitt nú er alarmsentralurin so væl útgjørdur tøkniliga, at talan er um mest framkomna av sínum slag í danska ríkinum, verður sagt. Starvsfólkaumstøðurnar eru eisini góðar við stórari matstovu til tað eftirhondini stóra liðið av løgreglu- og umsitingarfólki, sum arbeiðir hjá landsfútanum. Í kjallarahæddini eru eisini fýra klivar, so tað ikki longur er neyðugt at koyra fólk, ið eru eru handtikin í høvuðsstaðnum, til Klaksvíkar fyri eitt nú at sova rúsin av sær, ella bíða eftir at stillast fyri dómara. Í tilknýti til nýggju støðina er eisini ein innilokaður parkeringskjallari, so stóri flotin av løgregluakførum kann standa innandura, nakað, ið eisini verður hildið at vera hent, tá fólk skulu takast inn á støðina. Fríggjadagin var stóri flytingardagurin, og í dag var fyrsti vanligi arbeiðsdagurin í nýggja høvuðssætinum hjá fólkunum, sum starvast undir Michael Boolsen, landfúta, og Steen Nørskov, chefpolitiinspektøri, á Trapputrøðni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 17 Leygardagur 10. juli 2021 Nú eru yvir eitt prosent av bilunum el-drivnir Verða hybridbilar taldir við, so eru 2,1 prosent av bilaparkini nú grøn SkrivaÐ: Tað síggjast alt fleiri ravmagnsdrivin akfør á føroysku vegunum. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni, vóru pr. 1 juli í ár 460 skrásettir el-bilar í Føroyum. Hetta svarar til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini, sum taldi 40.973 tá árið var hálvrunnið. Harafturat koma hybridbilarnir, sum nú verða skrásettir fyri seg í hagtølunum hjá Akstovuni. Pr. 1. juli vóru tilsamans 419 hybridbilar. Av teimum vóru 276 við bensinmotori umframt tí elektriska, 63 við dieselmotori og so 80 sokallaðir plug-in hybridbilar við bensinmotori. Hetta merkir, at bilarnir eisini kunnu løðast beinleiðis, eins og‘ reinir’ el-bilar. Verður talið av el-bilum og hybridbilum lagt saman, so er talan um at hesin grøni bólkurin telur tilamans 2,1 prosent av samlaðu bilaparkini. Tað hevur verið ein markantur vøkstur av skrásettum ravmagnsbilum í ár. Við ársbyrjan var talið 351, og sostatt øktist talið við 109 fyrra hálvár í ár. Úr 0,9 til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini. Økingin av hybridbilum sæst ikki aftur í hagtølunum, tí hesir ikki eru útgreinaðir í undanfarnum hagtølum. Talið av bensinbilum øktist fyrra hálvár við 104, so teir nú eru 20.009 tilsamans. Hinvegin fækkaðust dieselriknu bilarnir við átta, úr 15.505 niður í 15.496. Lutfalsliga mongdin av bensinbilum lækkaði úr 49,4 niður í 48,8 prosent frá ársbyrjan til 1. juli, meðan dieselbilarnir lækkaðu úr 38,5 niður í 37,8 prosent av samlaðu bilaparkini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 18 Leygardagur 10. juli 2021 313 fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum hevur givið 313 av teimum 455 umsøkjarunum tilboð um lestrarpláss (Mynd: Setur. fo) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tey hava havt úr at gera seinastu dagarnar á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. 455 umsóknir hava verið undir luppinum, og fyrrapartin var so komið á mál, tá tilsamans 313 høvdu fingið tilboð um at fara undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum eftir summarsteðgin. 234 menn og kvinnur hava fingið í boði at byrja bachelorlestur, 74 kunnu taka av lestrarplássi á master og fimm á hjánámi. Í 2019 fingu 286 tilboð um lestrarpláss á Setrinum, í 2020 var talið 331, og í ár fáa altso 313 tilboð um lestrarpláss, tá lestrarárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021 19 Leygardagur 10. juli 2021 289 blómutyssi á Tinghúsvøllinum Fyri at minnast tey 289, sum hava latið lív í ferðsluvanlukku í Føroyum, vóru blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin sunnudagin (Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tíðliga sunnumorgunin 4. juli vórðu 289 blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin í Havn. Hetta er í sambandi við minningardag teirra deyðu í ferðsluni. 289 fólk eru deyð í ferðsluni í Føroyum. Fyrsti sunnudagur í juli er dagurin, har steðgað verður á fyri minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum. Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi. Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Hesaferð var tað skipað eitt sindur øðrvísi við at leggja blómutyssi á Tinghúsvøllin. Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. (Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021 20 Leygardagur 10. juli 2021 Norðmaður skuldsettur fyri at órógva grindadráp við dronu Førarin av dronuni sum skotið varð eftir, er nú skuldsettur fyri at órógva drápið í Hvannasundi Jóanis Erik Køtlum gjørdist ikki drúgvur í starvimum sum ovasti leiðari fyri grønlendska heilsuverkinum á hesum sinni. Sermitsiaq skrivar, at føroyingurin í grønlendska toppstarvinum støðgar í starvinum síðst í august. Ella Skifte, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, tekur fyribils yvir í starvinum. Jóanis Erik Køtlum varð settur stjóri í grønlendska heilsuverkinum í fjør. Hann hevur fyrr røkt starvið í tíðarskeiðinum 2012 til 2016. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 22 Leygardagur 10. juli 2021 Málráðið valt av nýggjum Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, hevur tilnevnt nýtt málráð SkrivaÐ: Tíðindaskriv Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt nýtt Málráð fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 til 30. juni 2025. Hesi eru tilnevnd: Helena Kannuberg, forkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Føroyamáli. Randi Kúrberg, næstforkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Námi. Eyðun á Borg, lærari, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum. Meifríð Weihe Hansen, heilsurøktari, undirvísir í teknmáli, eftir tilmæli landsstýrismanninum. Johan Blábjørg, fríyrkis teknmálstulkur og undivísir í teknmáli, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum/Felagnum HOYR. Rakul Skaale Andreasen, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Theodor E. Olsen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini. Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya. Heri J. Joensen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Navnanevndini. Bergur Rasmussen, lærari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya. Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, BA í føroyskum, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini. Málráðið verður sett sambært lóg um málráð og telur ellivu limir. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og landsstýrismaðurin velur sjálvur tvey umboð, og hann tilnevnir millum allar limirnar formann og næstformann. Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Skipanin skal tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir. Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, undir hesum føroyska teknmálið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum. Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 23 Leygardagur 10. juli 2021 Lítið av yngli á landgrunninum í ár Á landgrunninum er hetta fjórða árið á rað, har nøgdirnar av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli eru undir miðal. Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av bæði toska- og hýsuyngli yvir miðal og tær størstu í langa tíð Nøgdin av toskayngli er tann størsta síðani 2001 og av hýsuyngli tann størsta síðani 2005 SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á landgrunninum og Føroyabanka. Úrslitini í ár vístu, at lítið er av yngli á øllum landgrunninum. Yngulin er eisini smáfallandi, men tað er vanligt, tá lítið er til. Á landgrunninum er hetta fjórða árið á rað, har nøgdirnar av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli eru undir miðal. Gróðurmátingar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin á landgrunninum hevur verið sera lítil higartil í ár. Tað er eitt greitt samband millum gróður á landgrunninum og bæði nøgd og stødd av yngli, og hetta er helst orsøkin til, at yngulin á Landgrunninum ikki er væl fyri í ár-hvørki í stødd ella nøgd. Á Føroyabanka var hugaligt at staðfesta, at nøgdirnar av bæði toska- og hýsuyngli eru yvir miðal. Nøgdin av toskayngli er tann størsta síðani 2001 og av hýsuyngli tann størsta síðani 2005. Nøgdin av nebbasild var tó undir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal fyri øll trý sløgini (talva 1). Toskayngul var fingin á 14 av 15 kanningarstøðum á Føroyabanka, men nógv tað mesta var mitt á bankanum. Yngulkanningar hava verið gjørdar á landgrunninum síðani 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár og fáa fyrstu ábendingarnar um árgangstyrki hjá toski á landgrunninum og Føroyabanka. Síðani 1989 hava umhvørvisviðurskifti í havinum eisini verið kannað á túrinum, t. e. hiti, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við hesum kanningum fæst ein fatan av bæði liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 24 Leygardagur 10. juli 2021 Seinasti radiotelegrafisturin farin úr starvi á Tórshavn Radio Síðsta fríggjadag var fráfaringarhald fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur eftir meira enn 40 ár (Mynd: Vørn) SkrivaÐ: Fríggjadagin 2. juli var fráfaringarhald á Tórshavn Radio fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur. Poul J. hevur starvast á Tórshavn Radio síðan 1978. Poul J. var meira enn 40 ár á sama arbeiðsplássi, og tøkniliga er nógv broytt hesi seinastu 40 árini. Tá Poul J. byrjaði starvaðust eini 16 telegrafistar á Tórshavn Radio og einar 55.000 til 60.000 samtalur vórðu avgreiddar um árið, so tað var ovmikið at takast við. Men sum tøknin mentist bleiv minni og minni tørvur á skipssamtalum, og fyri fáum árum síðani gavst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamtalur, skrivar Vørn. Tøkniliga ber tað tó framvegis til. Tað verður sjálvdan nýtt, men av og á í samband við trygd kemur tað fyri, at lækni á landi verður umstillaður til eitt skip. Telegrafistútbúgvingin er langt síðani farin í søguna, og í dag eru tað bara fólk við skipsføraraútbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio, skrivar Vørn. –Poul J. er ein undirhaldari av Guðs náði. Tá, ið veitslur hava verið á skránni, er hann altíð klárur við eini yrking, og tær eru sanniliga góðar og skemtiligar. Og gittarin er altíð við. Vit vóna at hann eisini framyvir verður tøkur við eini góðari yrking og gittaranum. Vit takka Poul J. fyri hesi mongu árini og ynskja honum eina góða pensionistatilveru. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 25 Leygardagur 10. juli 2021 Tanum fær navnið Rescue LÍV Hetta er sama navnið sum undanfarni bjargingarbátur. Í samband við at bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag verður navngivin av nýggjum verður alment tiltak seinnapartin leygardagin Fyri tveimum árum síðani keypti Havnar Bjargingarfelag bátin Tanum. Tað er avloysarin hjá Rescue LÍV. Í dag, leygardagin 10. juli klokkan 15, fær bjargingarbáturin navnið Rescue LÍV. Í samband við navngevingina verður alment tiltak í og uttan fyri hølini hjá Havnar Bátafelag undir Bryggjubakka. Høvið verður millum annað at síggja nýggja bátin, saman við aðrari útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag. Eisini verða røður, okkurt lætt til matna, Jens Marni fer at syngja og ymiskt gott verður til børnini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 26 Leygardagur 10. juli 2021 Angus Tórshavn letur upp í nýggjum hami Angus letur upp aftur mánadagin. Pylsuvognurin á keiini og nýggja útvið-matstaðið Mungo lata eisini upp skjótt í sama bygningi (Mynd: Angus Tórshavn) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Sum fleiri ivaleyst hava lagt til merkis, hevur matstovan Angus í Havn verið stongt vegna umvælingar síðan tíðliga í vár. Tað eru ikki smáar umvælingar, sum eru gjørdar. Angus er gjørt heilt um, og tvey nýggj matstøð eru løgd aftrat sama bygningi. -Eftir langa bíðitíð, er tað ein sonn fragd at síggja, at Angus í Havn nú letur upp í nýggjum hami mánadagin 12. juli, sigur leiðarin, Sally Rasmussen. -Føroyingar kunnu veruliga gleða seg til at royna tey nýggju, stásiligu hølini, sum bæði eru blivin størri og ljósari, enn tey vóru frammanundan. Sally sigur, at tey gomlu hølini trongdu til eina kerliga hond, og við nýggju hølunum ber til at taka ímóti fleiri viðskiftafólkum. -Við stóru hølunum kunnu vit eisini taka ímóti størri bólkum, og tað er sera viðkomandi, tá ið tað er onkur, ið skal hátíðarhalda ein serligan dag. Tað sæst, at Angus stendur tætt við havnarlagið, tí hølini eru prýdd við reipum, ið sipa til tað maritima. Hetta verður undirstrikað við listaverkinum hjá Tóroddi Poulsen av bingjuskipinum, sum hongur við tey stóru, flottu vindeyguni. -Tað eru lokal listafólk, Tóroddur Poulsen, Tróndur Patursson og Hansina Iversen, ið prýða veggirnar hjá Angus Tórshavn, og vit eru sera errin av, at vera í so fínum selskapi her á havnarlagnum. Soleiðis fáa viðskiftafólkini veruliga okkurt til allar sansir.” Hóast nýggju hølini, so er innihaldið tað sama, sum viðskiftafólkini kenna,” Tað var ikki neyðugt at broyta innihaldið, og sum amerikumenn siga:” If it ain't broke, don't fix it’, og tað hava vit hildið okkum til. Tó hava vit lagt okkurt nýtt og spennandi afturat matskránni, so heildarupplivingin kann gerast enn betri.” , sigur Sally. Arbeiðið varð boðið út í vár, og á bygdaráðsfundi í farnu viku varð samtykt at taka av lægra tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH á Toftum (Mynd: Nes kommuna) SkrivaÐ: Í 2008 varð flutt inn í nýggjasta partin av Tofta skúla. Ætlanin var eisini at gera munandi ábøtur á 1981-bygningin beinanvegin, men tað var ikki peningur til tað tá, og tí varð samtykt, at hetta mátti gerast stig fyri stig. Seinastu árini eru munandi ábøtur gjørdar í svimjihylinum eins og á útveggirnir á vestursíðuni í 1981-bygninginum. Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu, sum tók við í januar, ætlar eisini at fremja munandi ábøtur í skúlanum, men hetta má gerast stig fyri stig, skrivar kommunan á heimasíðuna. Staðfest er í eini støðulýsing av 1958-bygninginum, at hesin er ikki tættur og má tí klæðast, skrivar kommunan. Í samráð við Teknistovuna í Gøtu varð arbeiðið at klæða útveggirnar á 1958-bygninginum útboðið millum tríggjar arbeiðstakarar í vár. Tá freistin at lata inn tilboð var farin 10. juni, vóru tvey tilboð komin. Á bygdaráðsfundi tann 28. juni varð samtykt at taka av lægra tilboðnum á 842.835 krónur uttan MVG, sum var frá byggifyritøkuni KBH á Toftum. Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast, og Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 29 Leygardagur 10. juli 2021 Tvøroyri bjóðar barnaansing í hálva tíð Nýggja skipanin byrjar eftir summarfrítíðina SkrivaÐ: Foreldur í Tvøroyrar kommunu hava nú møguleika at fáa børn síni ansað í hálva tíð. Býráðið á Tvøroyri samtykti herfyri eitt tilmæli frá fríggjarnevndini, um at bjóða barnaansing í stovninum Mýrifípuni í hálva tíð. Sambært samtyktini er galdandi, at tilboðið skal vera í samráð við stovnsleiðaran, og verður hetta skipað í einari royndartíð frá tí at skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Gjaldið fyri ansingina í hálva tíð, er ásett til at vera túsund krónur um mánaðin, skrivar kommunan á heimasíðuni. Kommunan ger vart við, at um ein ynskir at taka av tilboðnum, skal fráboðast ein mánaða frammanundan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 30 Leygardagur 10. juli 2021 Bussleiðin í Tórshavnar kommunu bjóðast út av nýggjum Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030 (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Bussleiðin í Tórshavnar kommunu skal bjóðast út av nýggjum. Kommunan bjóðar í hesum sambandi áhugaðum arbeiðstakarum, ella samtaki av arbeiðstakarum, at senda inn umbøn um undangóðkenning. Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030. Tórshavnar kommuna ætlar at undangóðkenna tríggjar til fimm arbeiðstakarar, tó í minsta lagi tríggjar arbeiðstakarar, ið sleppa at lata tilboð uppá bussleiðina. Tilboðsgevarar verða undangóðkendir eftir einari heildarmeting, ið er grundað á virkislig, faklig og fíggjarlig førleikakrøv og royndir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 31 Leygardagur 10. juli 2021 Spf. Gundurs Bussar skulu røkja busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022 Felagið skal reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu næsta ár fyri 28,2 milliónir krónur Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Spf. Gundurs Bussar skrivaðu ískoytissáttmála fyrr í dag (Mynd: torshavn. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað verða bussarnir hjá Spf. Gundurs Bussar, sum fara at røkja alla busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022. Hetta er greitt, eftir at ískoytissáttmáli í vikuni varð undirskrivaður við Gundurs Bussar. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Spf. Gundurs Bussar, sum skrivaðu undir. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu og fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 2022 til 1. januar 2023. Spf. Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri 28,2 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, skrivar torshavn. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 32 Leygardagur 10. juli 2021 Laura er fyrsta skaldsøgan hjá Birnu Breckmann Skaldsøgan snýr seg um eina viljasterka unga gentu, sum ikki hevur kent pápa sín, men nú fær samband við hann SkrivaÐ: Tíðindaskriv-Laura er ein viljasterk ung genta, við undurvøkrum reyðum hári og grønum eygum, sum býr saman við mammuni heima hjá abba og ommu síni. Hon kennir ikki pápa sín, tí hann flutti heimaftur til USA uttan at vita, at mamma Lauru var við barn. Soleiðis verður høvuðspersónurin í bókini, sum hevur sama navn, lýst. Tað er Birna Breckmann, sum hevur skrivað skaldsøguna, ið er 120 blaðsíður til longdar. Birna hevur áður givið onnur sløg av bókum út, men hetta er hennnara fyrsta skaldsøga. -Táið mamman hittir John og ger av at giftast við honum, og tey fáa ein son saman, broytist teirra lív á so mangan hátt. Abbin og omman eldast og doyggja, og tá verður tað Laura, sum verjir mammu og beiggja sín ímóti tí ringu vend, sum lívið hjá John tekur, og sum ávirkar tey øll skeivan veg. Laura veksur til og ger av í loynd at fáa samband við pápa sín í USA. Tað skapar teimum nýggjar og spennandi møguleikar. "Laura" fæst nú í bókabúðunum. Bókin er lætt skrivað og lætt lisin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 33 Leygardagur 10. juli 2021 Lions í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku KFUK-skótarnir í Havn fáa í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn SkrivaÐ: Tíðindaskriv Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð eru KFUK-skótarnir í Havn. Skótaliðið í KFUK hevur ein skótadepil á Langasandi, sum er miðdepil fyri uttandura virksemi hjá skótaliðnum, og gevur børnum og ungum nógvar góðar upplivingar. Hóast nógv sjálvboðið arbeiði er lagt í at gera depilin á Langasandi, er enn nakað eftir á mál at gera hann lidnan, og tí vil Lions fegið rætta KFUK-skótunum eina hjálpandi hond. Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin týsdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og fríggjadagin 30. juli. Men eingin framsýning uttan listaverk, og longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mikudagin 21. juli, og listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 25. juli millum klokkan 16 og 18, og óseldir málningar skulu heintast aftur hósdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21. Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á www. lions. fo ella á www. facebook. com/lionstorshavn, og eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021 34 Leygardagur 10. juli 2021 Zacharis Sørensen og Knút Olsen útgivið savn við føroyskum kórsangum Talan er um eitt savn við sonevndum føroyskum kór-evergreens. "101 kórsangur" er 248 síður, í lummastødd, og er ætlað afturvendandi árligum høvum Høvundarnir við útgávuni (Mynd: Vágaportalurin) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær. Soleiðis tekur Bókamiðsølan samanum nýggju føroysku kórbókina 101 kórsangur, ið nú er at fáa. Tað eru Zacharias Sørensen og Knút Olsen, sum hava lagt savnið til rættis, og Forlagið NÓTAR gevur út. -Teir flestu sangirnir í bókini eru slíkir, sum í okkara tíð kunnu kallast føroyskir kór-evergreens. Tey, ið hava sungið í kóri farnu hálvu øldina, kenna flestu sangirnar og kunnu syngja teir uttanat, eitt nú á kórstevnum, á Tinghúsvøllinum og úti í Tinganesi á ólavsøku. Mynd: bms. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 35 Leygardagur 10. juli 2021 Stórt víkingatiltak í Havn Tiltakið Festívalhöll verður í døgunum 9. til 11. juli–á skránni verður m. a. víkingamarknaður og konsert SkrivaÐ: Tíðindaskriv Um vikuskifti verður víkingatiltakið Festívalhöll í høvuðsstaðnum. Í Viðarlundini verður ein serstakur víkingamarknaður við víkingum úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Á marknaðinum verður høvi at síggja aldargamalt hondverk av ymiskum slag, víkingabardagar og eisini er livandi tónleikur á skránni. Marknaðurin er opin frá fríggjadag til sunnudag, og nærmari upplatingartíðir finnast á heimasíðuni festivalholl. fo. Aftur at víkingamarknaðinum verður eisini ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 10. juli við føroysku bólkunum Hamradun og Jürghinn og donsku vísusongkvinnunum Frænde og Smedens Datter. Atgongumerki til konsertina og víkingamarknaðin í viðarlundini kunnu keypast á heimasíðuni. Festívalhöll skipar fyri, og alt yvirskot fer til Stuðulsfelagið Víkingabygdina, sum hevur til endamáls at byggja fyrstu føroysku víkingabygdina her á landi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 36 Leygardagur 10. juli 2021 Skulu súkkla yvir 1.100 kilometrar í Danmark Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1.260 kilometrar á túrinum, sum í ár ikki verður til Paris (Mynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Agnar Prestá Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til Paris vegna koronustøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark. Ferðin byrjaði í Klaksvík fyrrapartin hósdagin, og teir fyrstu 100 kilometrarnir á túrinum vórðu súkklaðir umvegis Toftir til Havnar Leygardagin 10. juli kemur Norrøna til Hirtshals. Henda fyrsta dagin í Danmark gongur leiðin úr Hirtshals til Løgstør. Strekkið er 109 kilometrar. Sunnudagin verður súkklað úr Løgstør til Ringkøbing, umleið 180 kilometrar. Mánadagin er longsti dagur við 193 kilometrum. Tá súkklar Team Rynkeby Føroyar eftir vestursíðuni á Jútlandi til Tønder, tætt við týska markið. Dagin eftir, týsdagin 13. juli, gongur leiðin til Svendborg á Fjóni. Talan er um áleið 150 kilometrar. Mikudagin súkklar liðið 174 kilometrar. Súkklararnir fara suðureftir til Taasinge og Langeland, aftur til Fjón og enda hendan dagin norðuri á oynni, í býnum Middelfart. Hósdagin eru ikki so nógvir kilometrar, men tá fær liðið fleiri hæddarmetrar í beinini enn hinar dagarnar. Súkklararnir koma aftur til Jútlands, súkkla nakrar brattar brekkur í Vejle, og ávegis til Silkeborg súkklar liðið niðan til Himmelbjerget. Kilometrarnir hendan dagin eru 130. (Mynd: Tórvør Ó. Vang) Fríggjadagin súkklar liðið til Randers, framvið Mariagerfjord og eftir eystursíðuni á Jútlandi og enda dagin í Aalborg; umleið 152 kilometrar. Leygardagin 17. juli er síðsti dagur á túrinum. Hendan dagin skuldi liðið komið til París, men Team Rynkeby súkklar 69 kilometrar-úr Aalborg til Hirtshals, har túrurin endar, og flestu súkklararnir fara heim aftur við Norrønu. Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1260 kilometrar á túrinum, sum fyri tað mesta er í Danmark. Kelda: Krabbameinsfelagið Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 37 Leygardagur 10. juli 2021“ Ó” á palli: Ein blóðdryppandi gysari Ein sterk norðurlendsk manning stendur aftanfyri pallsetingini av“ Ó–søgur um djevulskap”, sum júst nú tekur skap í Norðurlandahúsinum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Nú eru venjingar byrjaðar til pallsetingina av stórfingnu skaldsøguni“ Ó, søgur um djevulskap” eftir Carl Jóhan Jensen. Sprotin gav bókina út í 2006. Hon vakti miklan ans beinanvegin, hon kom út, nógv tos var um hesa drúgvu bók, hon varð beinanvegin mett at verða ein skaldsligur varði í føroyskum bókmentum. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2006, og hóast hon ikki vann hana, so vann hon fleiri aðrar bókmentavirðislønir, hon varð nógv umrødd og fekk góð ummæli heima sum úti og varð týdd til íslendskt og norskt. Bókin er at kalla útseld í øllum útgávum ídag. Og nú sum sjónleikur Skaldsøgan verður nú gjørd um til sjónleik. Tað er ein sterk norðurlendsk manning, sum stendur aftan fyri pallsetingina. Danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sum byggir á skaldsøguna. Altjóða viðurkendi pallistaleikstjórin, Egill Pállsson úr Íslandi, leikstjórnar, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, at seta ljóð og tónar til verkið hevur Tvazz fingið føroysku greipuna Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, Súni Joensen ger ljóssnið, filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir og við einum dreymatoymi av føroyskum og norðurlendskum leiklistafólki bjóðar Tvazz ein ófrættakendan, djevulsettan ræðu-leik í trimum aktum, har vit fara eina Ó-gloymandi ferð inn í allardøkkastu skýmaskotini í mannasinninum. Áskoðarin kann vænta eina spenningssøgu um eina Ó-loysta morðgáta, sum dregur okkum inn í eitt kaleiduskop av ófrættakendum, blóðigum fananskapi. True Detectives møtir Dracula. Frumframførslan verður í Norðurlandahúsinum 7. august. Framført verður bert fram til 15. august. Filmsfestivalurin við filmum, sum snúgva seg um minnilutar, verður 23. til 27. juli í Havn SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fimta útgávan av Faroe Islands International Minority Film Festival verður í ár 23.-27. juli í Tórshavn. Filmfestivalurin er fyri øll, minnilutar sum meirlutar, ið ynskja meiri vitan um minnilutar innan kyn, seksualitet, etnisitet, trúarlív og mentan. Á FIMFF vera sýningar, framløgur og ymisk spennandi tiltøk, eins og undanfarnu árini, í Reinsaríinum, Perluni og í Norðurlandahúsinum. Sum nakað nýtt verða eisini filmsýningar í Havnar Bio. Hvat er ein familja? Høvuðstemað í ár snýr seg um familju, og hvussu ymiskar familjur kunnu vera. Evnið verður viðgjørt við eina viftu av ymsum filmum og list, ið varpa ljós á minnilutar. Við hesum setur festivalurin spurnartekn til ta siðbundnu heteronormativa fatanina av, hvat ger eina familju, og gevur eitt fríkst íkast til føroyska kjakið um familjuuppbygging. Sum vanligt vera eisini fyrilestrar til ársins FIMFF. Millum annað ein online framløga við Camilla Tved, jarðarmóður, master í sexologi og politiskur ráðgevi. Ivaleyst kenna fleiri Camillu fyri hennara arbeiðið fyri javnstøðu og LGBT-rættindi í Danmark. Hon setur LGBTQ + -familjuna og -einstaklingin í miðdepil. Tann typiska heteronormativa kjarnufamiljan hevur framíhjárættindi í vestliga heiminum, men spurningurin, um hendan familjan er einasta rætta, hevur ofta verið stillaður tey mongu seinastu árini. Eisini verður ein lítil tekniverkstova fyri børn í Norðurlandahúsinum 24.-27. juli har spurningurin“ Hvat er ein familja?” virkar sum íblástur. Tekningarnar verða síðan hongdar upp í forhøllini og skapa soleiðis eina framsýning av familjuni 2021. Kend andlit á skíggjanum í Norðurlandahúsinum Forskotið til festivalin verður 23. juli í Norðurlandahúsinum við setanarfilminum“ The World to Come”, har filmsleikstjórin, norska Mona Fastvold, verður til staðar at svara spurningum. Millum sjónleikararnar í filminum eru at finna Vanessa Kirby, ið spælir systur Elizabeth-drotning, Margaret, í Netflix-seriuni“ The Crown”, og Casey Affleck. Filmurin er ein kærleikssøga um tvær kvinnur í Schoharie County, NY, ið finna hvørja aðra í einum isoleraðum landbúnaðarumhvørvið í 1850’ unum. COBRAH Gender Bender Leygardagin 24. juli verður ársins Gender Bender-veitsla; bombastiska punktummið fyri ein heilan dag, har dentur verður lagdur á kvir seksualitet, sum eisini er undirevnið á ársins festivali. Fleiri listafólk luttaka á hesum kvøldinum, eitt nú svensk Grammi-nomineraða COBRAH. Hon er tónleikari og visuelt listafólk, og er ein partur av kvir- og fetish-pallinum í Stokkhólmi. Hennara show er sex- og kroppspositivt. Tónleikurin er harður og elektroniskur. Forkunnugt samstarv FIMFF leggur seg eftir at vera við í feskasta samfelagsliga kjakinum um minnilutar. Fyri at koma við nógvum øðrvísum sjónarmiðum og sjónarhornum til evnini, hevur festivalurin enn einaferð samstarvað við spennandi fólkum. Harímillum hevur bretsk-indiska kvir-aktivisturin Lucy Jane Mukerjee virkað sum gestaprogrammleiðari og hjálpt FIMFF-kjarnuni at finna fram til teir bestu filmarnar. Sum stjórnprogrammørur hjá Tribeca Film Festival, og eitt av upphavsfólkunum til Programmers of Colour Collective (ein bólkur av BIPOC-fólkum, ið arbeiða fyri fjølbroyttari umdømi í filmskurartering) stillar hon inn á týdningin av m. a. LGBTQ + -og minnilutaumboðan. Festivalurin verður gjørdur í samstarvi við Nordisk Kulturfond, Tórshavnar Kommunu, Norðurlandahúsið, Tórsgøtu, Mentamálaráðið, Filmshúsið og onnur. Stigtakarar eru Nadia Abraham, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, Leo Lávík og Elisabeth S. Olsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 40 Leygardagur 10. juli 2021 Rokksangarin John Lawton deyður, 74 ár Vitjaði í Føroyum fleiri ferðir og sang saman við føroyska bólkinum Deiggj John Lawton á palli í Norðurlandahúsinum í 2012 (Savnsmynd: Ólavur Frederimsen) SkrivaÐ: Bretski rokksangarin og fyrrverandi oddamaðurin í bólkinum Uriah Heep, John Lawton, er deyður, 74 ára gamal. John Lawton stóð á odda fyri tí her í Føroyum so væl umtókta rokkbólkinum Uriah Heep í árunum 1976 til 1979. John Lawton doyði 29. juni, men tað var ikki fyrr enn í gjár, at tíðindini bórust alment. Uriah Heep skrivaði mánadagin soleiðis á Facebook-síðuni:“ Tað er við djúpari sorg at vit frætta sorgarboðini um, at John Lawton doyði knappliga hin 29. juni 2021. Øvugt tí, ið hevur verið at frammi, so var ikki talan um nakra sjúku-nakað, ið ger boðini enn meira óskiljandi. Hann doyði friðarliga við konuni við sína lið. John verður stórliga saknaður. Eftir egnum ynski, verður talan um eina privata jarðarferð, har bert familja og tey nærmastu verða til staðar. Vónandi verða hesi ynskini hjá familjuni vird í hesum truplu tíðum.” John Lawton gjørdist partur í Uriah Heep, tá upprunasangarin fór burturúr seint í sjeytiárunum. Hann hevði tá eitt nú verið ein av sangarunum í væl umtókta bólkinum bólkinum Les Humphries Singers. John Lawton var oddamaður á trimum av plátunum hjá Uriah Heep, Firefly (1977), Innocent Victin (1977) og Fallen Angel (1978). Millum vælumtóktu Heep-sangirnar, sum John Lawton syngur, eru eitt nú:“ Sympathy”,“ Wise Man” og“ Free Me”. John Lawton hevði tætt samband við føroyska orkestrið Deiggj, og spældi saman við teimum fleiri ferðir–eisini í Føroyum. Herundir er ein upptøka frá væleydnaðari konsert í Norðurlandahúsinum í 2011. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 41 Leygardagur 10. juli 2021 Norskir myndugleikar góðkenna enn eina stóra oljuútbygging Nú um dagarnar góðkendu norskir myndugleikar útbygging av oljufeltinum Breidablikk í Norðsjónum SkrivaÐ: Tað eru Equinor, Petoro, Vår Energy og ConocoPhillips Skandinavia, sum standa fyri risastóru verkætlanini, ið er mett at kosta 18,6 milliardir norskar krónur. Keldan goymir 200 milliónir tunnur av olju. Ætlanin er at framleiða fyrstu oljuna í byrjanini av 2024. Arne Nylund, stjóri hjá Equinor fyri verkætlanum og boring, sigur, at tey eru sera væl nøgd við avgerðina hjá myndugleikunum og leggur aftrat, at útbyggingin fer at hava stóran týdning fyri norska oljuvinnu her ikki minst fyri mongu veitararnar, ið verða partur av útbyggingini. Hon fer at skapa nógv arbeiðspláss og geva inntøkur til bæði norska samfelagið og eigararnar. Umleið 70 prosent av útbyggingarvirðinum fer til veitarafyritøkurnar í Norra og longu eru sáttmálar gjørdir fyri 8 mia. kr. til hesar fyritøkur. Útbyggingin fer serstakliga fram á havbotninum, har borast skulu 23 framleiðslubrunnar. Feltið verður so bundið í Grane pallin nærhendis og oljan síðani flutt umvegis rørleiðing til Sture terminalin. Ein av orsøkunum til at tað lønar seg at byggja út nógvar av teimum keldunum, sum eru funnar seinastu árini, er tann sera rúgvusmikli infrastruktururin, sum er útbygdur í norska partinum av Norðsjónum. At nýggj fund kunnu knýta í verandi pallar og rørleiðingar ger tey nógv minni kostnaðarkrevjandi. Hetta er júst sama gongdin vit síggja eystan fyri Føroyar, har framtíðar útbyggingar eru møguligar, tí undirstøðukervið framhaldandi verður útbygt. Útbyggingin av Breidablikk tekur eisini hædd fyri tí grøna orkuskiftinum. Streymur verður latin til feltið frá Grane pallinum. Her er talan um eina lutvíst nýggja tøkni. Tá Breidablikk er útbygt, kann tað verða grundarlag fyri at útbyggja onnur felt nærhendis, sum tá verða knýtt í Breidablikk og verða partur av Graneloysnini í grannalagnum. Tað er greitt, at avgerðin hjá myndugleikunum at góðkenna hesa seinastu útbyggingina á norska landgrunninum, hevur eisini nógv at gera við at varðveita og menna norska veitingarídnaðin, sum fær úr at gera við ikki bert hesi útbyggingini men eisini fleiri øðrum. Aker Solutions, sum er kent millum nógvar føroyingar, skal standa fyri útbúnaðinum á havbotninum. Fyritøkan Wood skal standa fyri nýttímansgerð av gamla Grane pallinum, sum tá verður førur fyri at taka ímóti olju frá Breidablikk. Taka vit so rørlegging verður tað TechnipFMC, sum skal hava tað arbeiðið um hendi. Schlumberger Norge er eisini við í arbeiðinum. Sáttmálarnir fara at geva arbeiði á fleiri plássum í Norra, og eingin ivi er um, at her fara eisini fólk frá føroyskum fyritøkum at arbeiða. Bæði Pam Offshore og Faroe Offshore Services hava drúgvar royndir í norsku oljuvinnuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021 42 Leygardagur 10. juli 2021 Mótmæla oljuútbygging nær Føroyum Í Skotlandi savna umhvørvisfólk undirskriftir móti útbygging av oljufeltinum Cambo tætt við føroyska markið. Mest sannlíkt er tó at myndugleikarnir geva grønt ljós til útbygging Cambo oljufeltið, sum eftir øllum at døma verður útbygt, verður tann framleiðslan, sum fer at liggja tættast við Føroyar. SkrivaÐ: Tað er skotski miðilin The National, sum skrivar um undirskriftainnsavnan móti útbyggingini av Cambo oljufeltinum eystan fyri Føroyar. Stigtakararnir siga, at teir higartil hava savnað 4500 undirskriftir móti hesi komandi útbyggingini á Atlantsmótinum og heita á Boris Johnson, forsætisráðharra um at steðga almennu góðkenningini av útbyggingini, sum teir meta gongur ímóti veðurlagspolitikkinum. Talan er um umhvørvisfelagsskapin Friends of the Earth umframt Green Party í Bretlandi, sum hava skrivað til forsætisráðharran, har tey vísa á, at góðkenning av Cambo útbyggingini er ímóti Parísavtaluni frá 2015 og eisini ímóti niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum IEA um at steðga øllum nýggjum olju- og gassútbyggingum. Víst verður eisini á, at tað verður eitt sera óheppið signal at senda, um stjórnin fer at loyva hesi oljuútbyggingini júst um somu tíð sum altjóða veðurlagsráðstevna verður hildin í Glasgow í november. Umboð fyri stjórnina vísa atfinningunum aftur og siga, at talan er ikki um eina nýggja útbygging so sum. Talan er harafturímóti um eitt loyvi til at leita og seinni útbyggja, sum varð latið til eigararnar av Cambo longu í 2001. Keldan varð so funnin í 2002, og nú nærum 20 ár seinni er ein útbyggingarætlan klár at lata myndugleikunum til endaliga góðkenning. Víst verður eisini á, at hvat víðvíkur arbeiðinum at minka um CO2 útlátið á bretska landgrunninum, so er framleiðslan á Cambo og øðrum komandi framleiðslum har um leiðir tikin við í útrokningarnar fyri framtíðar útlátið. Tískil fer almenni myndugleikin OGA, Oil and Gas Aurhority, uttan iva at góðkenna verkætlanina longu í summar. OGA og oljuvinnan í Bretlandi hava annars longu gjørt avtalur um, hvussu grøna orkuskiftið skilabest kann fara fram, samtíðis sum arbeiðsplássini í oljuvinnuni og harvið eisini inntøkurnar til landið, kunnu varðveitast, soleingi tørvur er á olju og gassi. Bretland hevur annars boðað frá, at tað fer ikki at fylgja donsku avgerðini um at gevast við at leita eftir olju og gassi. Sama hevur Norra gjørt av. Hvat Norra viðvíkur so fer stjórnin framhaldandi at geva loyvi til fleiri nýggjar olju- og gassútbyggingar. Bretland hevur eisini gjørt greitt, at tað ynskir sjálvt at kunna framleiða olju og gass til egna nýtslu heldur enn at skula vera bundið at innflutningi úr eitt nú londum úr Miðeystri. Og vísir samtíðis á, at tað fer at vera tørvur á bæði olju og gassi í mong ár aftrat. Tískil ynskir Bretland eisini at varðveita og menna framleiðsluna í Norðsjónum, sum eisini hevur alstóran týdning fyri arbeiðsplássini og fyri landskassan. Cambo liggur millum fleiri onnur olju- og gassfelt, sum kunnu hugsast at verða útbygd við at binda í Cambo í framtíðini eisini. Sett verður so á Cambo útbyggingina í 2022 við fyrstu oljuni í 2025. Framleiðslan fer at vera góðar 50.000 tunnur um dagin. Cambo, sum verður fimtstørsta oljuframleiðandi keldan í Bretlandi, goymir 800 mió. tunnur av olju, og fyrsti partur av útbyggingini fer eftir 150 mió. tunnum. Roknað verður við at grønt ljós til Cambo fer eisini at hava ávirkan á komandi útbyggingar á bretska landgrunninum. Flestu av hesum liggja eisini á Atlantsmótinum tvs. millum Hetland og Føroyar. Tær eru m. a. Rosebank, Clair South, Glendronach, Suilven, Tornado og Victory. Ein útbygging av Cambo, sum liggur nærum uppat føroyska markinum og er tann keldan, sum liggur tættast við Føroyar yvirhøvur, fer at geva øllum hesum økinum millum Føroyar og Hetland eitt spildurnýtt grundarlag at virka út frá, nevniliga við einum nýggjum undirstøðukervi, sum kann koma framtíðar fundum og útbyggingum bæði í bretskum og føroyskum øki sera væl við. So tætt við føroyska markið liggur Cambo, sum helst verður útbygt. Við slíkari útbygging verður grundarlag lagt fyri nýggjum undirstøðukervi, sum kann taka ímóti bæði olju og gassi frá hesum fjarðu leiðunum millum Hetland og Føroyar, og tá eisini frá møguligum fundum føroysku megin markið eisini. Áhugavert er eisini at býta merki í, at norska seismikkfyritøkan PGS er farin undir at tulka 3D seismikk frá økinum nærhendis markinum av nýggjum, nú tað metir, at grundarlag er fyri at finna nýggjar olju- og gassgoymslur vestan fyri tær keldurnar, sum longu eru funnar á bretskum øki. At eitt so kent felag sum PGS tekur slíkt stig kann uttan iva fáa týdning fyri føroyska leiting eisini og kann koma at varpa nýtt ljós á økið báðumegin markið. Lesið grein um hesar kanningar á oljan. fo í næstum. Soleiðis kann ein framtíðar útbygging av Cambo koma at síggja út. Oljan fer umborð á eitt framleiðslu- og goymsluskip, meðan gassið fer umvegis rørleiðingar til Hetlands. Eitt undirstøðukervi, sum møgulig fund føroysku megin markið uttan iva kunnu binda í eisini Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 43 Leygardagur 10. juli 2021 Zuma møtti sjálvur upp í fongslinum Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin hevur nú viðurkent fongsulsdómin, hann fekk í farnu viku Jacob Zuma (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, er farin í fongsul. Mikukvøldið fór hann sjálvboðin til løgregluna og lat seg fongsla. Sostatt er hann nú farin undir at sita fongsulsdómin á 15 mánaðir, sum hann fekk í hægstarætti í farnu viku. Óvissa hevur verið um, hvat fór at henda við fyrrverandi forsetanum, tí hann í fyrstu syftu ikki vildi góðtaka dómin. Men í gjárkvøldið broyttist støðan. Tá hevði løgreglan fingið boð um at handtaka Zuma, um hann ikki møtti sjálvboðin. “ Zuma forseti hevur gjørt av at virða fongsulsdómin. Hann er á veg at melda seg sjálvan nú ", skrivaði Zuma Foundation á Twitter í mikukvøldið. Hesin felagsskapur, sum umboðar fyrrverandi forsetan, vildi annars ikki góðtaka dómin, ið varð avsagdur í farnu viku. Hetta er fyrstu ferð síðan apartheitstýrið, at ein fyrrverandi forseti í Suðurafrika verður fongslaður. Zuma varð funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum um mutur. Zuma møtti í gjár í nýístandsetta fongslinum í lítla námsbýnum Estcourt í KwaZulu-Natal landslutinum haðani hann er ættaður. Nógv fólk í Suðurafrika eru av teirri meining, at fongslingin hevur týdning fyri at styrkja rættartrygdina í landinum. Zuma hevur fyrr sitið í fongsli. Hann sat í tíggju ár fyri sín leiklut í vápnaða stríðnum móti apartheitstýrinum, skrivar AFP tíðindastovan. Jacob Zuma, sum var forseti frá 2009 til 2018, er 79 ára gamal, og hevur fyrr víst á, at hann er ov heilsuveikur til at fara í fongsul. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 44 Leygardagur 10. juli 2021 Haiti:-Forsetin dripin í egnum heimi Ókendir menn trongdu seg inn í heimið hjá forsetanum og skutu frá hond. Jovenel Moïse, forseti, doyði av løstunum Forsetin á Haiti, Jovenel Moïse, varð skotin mikunáttina. Hann gjørdist 53 ára gamal (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Forsetin í Haiti, Jovenel Moïse, er dripin av skotum í heimi sínum í høvuðsstaðnum, Port-au-Prince. Tað skrivar Reuters tíðindastovan. Virkandi forsætisráðharrin í landinum, Claude Joseph, segur í mikudagin, at ein bólkur av ókendum monnum trongdu seg inn í heimið hjá forsetanum mikunáttina og skutu hann. -Ein bólkur, sum enn ikki er eyðmerktur, harav nakrir tosaðu spanskt, lupu á forseta landsins heima hjá honum og særdu hann so hann doyði av løstunum, skrivar forsætisráðharrin. Hann leggur afturat, at kona forsetans eisini varð rakt av skotum, men yvirlivdi álopið. Hann fordømir hetta“ ræðuliga, ómenniskjaliga og barbariska” álopið og heitir á fólkið um at halda seg rólig. -Alt verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið í landinum heldur fram, og at tjóðin erður vard. Fólkaræðið og lýveldið vilja vinna, skrivar Claude Joseph. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 45 Leygardagur 10. juli 2021 Forsætisráðharrin í Luksemborg fingið staðfest koronu Hann varð innlagdur til eygleiðingar seinasta sunnudag–herfyri varð hann á ES-toppfundi í Brússel, men mett verður ikki, at nakar av hinum stjórnarleiðarunum hevur havt tætt samband við hann Xavier Bettel, tá hann tosaði við tíðindafólk í Brússel í farnu viku (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Xavier Bettel, forsætisráðharri í Luksemborg, varð sunnudagin innlagdur við koronu, skrivar miðilin RTL. Xavier Bettell varð staðfestur smittaður 27. juni. Stjórnarleiðarin skuldi ígjøgnum fleiri kanningar, áðrenn hann kundi verða útskrivaður. Bettel varð staðfestur positivur stutt eftir, at ES-toppfundur hevði verið í Brússel, men mett verður ikki, at nakar annar stjórnarleiðari hevur havt tætt samband við hann. Fyrst í mai mánað fekk forsætisráðharrin annars fyrru koppsetingina fyri koronu. Hann varð koppsettur við koppingarevninum hjá AstraZeneca. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 46 Leygardagur 10. juli 2021 Føroyaleikir eru hetta vikuskiftið 1.260 ítróttafólk í 19 ymsum ítróttagreinum fara í døgunum 8. til 11. juli at kappast í føroya fyrstu Føroyaleikum Vektlyfting og styrkiítrótt er í Perluni í Havn (Mynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyaleikir er nýggja átakið hjá Ítróttasambandi Føroya, ið er ein summarkapping í øllum ítróttagreinum, sum ÍSF fevnir um. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnar, er undirtøkan framúr góð. Stórar sum smáar ítróttagreinar eru umboðaðar, tá fleiri enn tólvhundrað fólk úr øllum landinum fara at kappast um vikuskiftið. Føroyaleikir fóru av bakkastokki hósdagin og endar sunnudagin. Kappast verður í fýra ymsum støðum í Føroyum; Klaksvík, Runavík, Vági og í Havn. Nógv er lagt fyri Nógv verður gjørt burturúr við videoinnsløgum og greinum, sum verða løgd út á sosialu miðlarnar hesar dagar, og tað fer væntandi eisini at síggjast aftur í býarmyndini, at so stór kapping verður hildin, tí allir íðkarar og hjálparfólk hava fingið eins ítróttaklæði. Arbeitt hevur verið við Føroyaleikum síðan í oktober í fjør og nú er loksins klárt. Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum og møguleikum, so tað í framtíðini eisini verða nógv útlendsk ítróttafólk við. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 47 Leygardagur 10. juli 2021 Mintust Gutta Sørensen, tá Føroyaleikirnir vórðu settir í Vági Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, tá Føroyaleikirnir vórðu settir hóskvøldið SkrivaÐ: Lagnan lagaði tað so merkisvert, at somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum fyrstu Føroyaleikunum, náddi ein av okkara fremstu ítróttarkempum mállinjuni í lívsins renning. Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir í Vági hósdagin. Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, har Tvøroyra hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, bjóðaði vælkomin. Finn Johannesen segði síðani nøkur orð um Guttorm Sørensen, sum fór til gravar sama dag. -Guttormur Sørensen, sum vit serliga minnast sum gávaða rennaran, slóðaði fyri. Hann tók tøk. Hann var ikki bara fyrstur um mállinjuna til kapprenningar, nei, hann var eisini fyrstur til at renna skjótt, tá alt tað praktiska skuldi ordnast. Alt tað, sum fylgir við, tá ið kappingar skulu haldast. Hann var fyrstur til at rætta eina hjálpandi hond. Og hann gekk undan í at vísa ítróttaranda og fair play. Í 2018 fekk hann heiðursskjal Poul E. Petersens- og tað sigur nakað um hansara stóra og virðismikla arbeiði fyri føroyskan ítrótt Síðani førdi Andras Nolsøe fram røðu vegna ÍSF, áðrenn Sámal Midjord setti fyrstu Føroyaleikirnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 48 Leygardagur 10. juli 2021 Frálík føroysk úrslit á útivølli KÍ vann 3-2 á oddaliðnum í Lettlandi og hevur harvið heilt góð kort á hondini undan søguliga dystinum við Djúpumýru. NSÍ skrivaði søgu við at fáa evropeiskt stig á útivølli fyri fyrstu ferð-tað endaði 0-0 í Helsinki Bubacarr Sumareh, ella Bob, skoraði og legði upp fyri KÍ í fyrra hálvleiki í Lettlandi. Oddur Árnason Højgaard var við til at halda málið hjá NSÍ reint í Helsinki (Savnsynd: Sverrri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Veddingarfyritøkur góvu ikki føroysku liðunum stórar møguleikar fyri at fáa evropeisk stig og heilt góð útgangsstøði í fyrru dystunum í fyrsta undanumfari í Conference League hóskvøldið. KÍ og NSÍ fingu tó víst, at tey megna at standa ímóti, og at tey eru við í kappingini fyri at spæla seg víðari. Í KÍ-leguni kunnu tey irða seg eitt sindur um, at liðið ikki hevur eina tvey-máls leiðslu við heim, og møguliga eisini at regulin um útivallarmál ikki er galdanndi longur. Tí oddaliðið í Betrideildini skoraði trý mál, og var tvær ferðir á odda við tveimum málum í Jūrmalas. Áleyparnir hjá KÍ skoraðu hvør sítt gott mál í fyrra hálvleiki, og liðið hjá Mikkjali Thomassen tyktist at hava so gott sum fult tamarhald á støðuni. Eitt málverjumistak næstan beint eftir steðgin setti heimaliðið í gongd, og hóast RFS ikki skapti so nógv, so sótu teir meira á 2. hálvleiki, og KÍ'ararnir høvdu ilt við at fáa samanhangandi spæl at koyra á grasinum. Tað var eyðsæð, at nógv orka varð nýtt, og tí var tað ein stórur lætti, tá Heini Vatnsdal tjúgu minuttir fyri leiklok-í sambandi við hornaspark-fekk bóltin í málið, umvegis ein verjuleikara. Heimaliðið fekk svarað aftur, men liðið úr Klaksvík skrivaði søgu við at gerast tað fyrsta føroyska felagið at vinna í Lettlandi. Tað endaði 3-2, og harvið hevur KÍ eitt heilt gott útgangsstøði undan dystinum, sum verður við Djúpumýru komandi hósdag. KÍ fer beinleiðis víðari við javnleiki ella sigri. Um RFS vinnur við einum máli, líkamikið um tað er 0-1, 1-2, 3-4 os. . fr, so verður neyðugt við longdari leiktíð. Málleyst í Helsinki Tað var ikki nøkur málveitsla í Helsinki, har NSÍ vitjaði. Karstin Hansen, ið hesaferð vardi NSÍ-málið, hevði tvær bjargingar í 2. hálvleiki, har heimaliðið hevði onkran heilt stóran málmøguleika. FC Honka Espoo hevði eisini fleiri hornaspørk og onkur fríspørk, men verjuparturin hjá NSÍ, sum í ár hevur verið fyri atfinningum, var stinnur. Liðið hjá Allan K. Jepsen hevur latið 22 mál inn í 15 dystum í Betrideildini, men hóskvøldið megnaðu teir, at skriva søgu fyri felagið við at halda málið reint. Í 15. evropeiska útidystinum í søguni hjá NSÍ eydnaðist tað loksins at "vinna sær eitt stig". Í øllum hinum førum er NSÍ farið av vøllinum við tapi. Honka Espoo er ikki millum fremstu liðini í Finnlandi í ár, og nú kunnu runavíkingarnir sláa teir út við sigri á Svangaskarði. Um hesin dysturin eisini endar javnur eftir 90 minutt-líkamikið hvussu nógv mál verða skorað-so verður neyðugt við longdari leiktíð. Á vøllin í 2. hálvleiki komu: Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen og Sølvi Sigvardssen Seinnu dystirnir verða leiktir ávikavist í Djúpumýru og á Svangaskarði hósdagin 15. juli Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 49 Leygardagur 10. juli 2021 KÍ-kvinnurnar skulu møta Breiðablik Tað verður íslendsk mótstøða hjá KÍ-kvinnum, sum í august fara at spæla undankapping í Litava (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Lutakast hevur í vikuni verið um hvussu spælast skal í Champions League í fótbólti fyri kvinnur. Tað gjørdist greitt, at greipuvinnararnir í fjør, KÍ, skulu møta Breiðablik úr Islandi í hálvfinluni í bólki 1 í Champions League. Leikt verður í eini mini-kapping, har vinnarin síðani skal spæla finalu um at sleppa í 2. umfar. FC Gintra úr Litava verður vertur fyri allar dystirnar í hesum bólki, har fýra lið eru. Hini liðini eru Flora Tallinn úr Estlandi og FC Gintra úr Litava. Dystirnir verða 18. og 21. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021 50 Leygardagur 10. juli 2021 NSÍ tryggjað sær málrevin næstu tvey árini Málkongurin Klæmint Andrasson Olsen heldur fram í barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Klæmint Andrasson Olsen heldur fram í barndómsfelagnum NSÍ. Liðskiparin hevur skrivað undir tvey ár afturat við NSÍ. Hesum boðar felagið frá. 30 ára gamli áleyparin hevur sambært Faroesoccer skorað 211 mál í 336 dystum í bestu landskappingini, og tey hevur hann øll skorað fyri NSÍ, og hetta er met í føroyskum fótbólti. Eisini hevur hann skotið 22 mál í 30 steypadystum og higartil er tað blivið til sjey mál fyri føroyska A-landsliðið. Klæmint Andrasson Olsen og Dánial Hansen, formaður í NSÍ (Mynd: NSÍ) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 51 Leygardagur 10. juli 2021 Víkingur longt við tveir landsliðsleikarar Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen hava báðir longt sáttmálarnar við Víking við tveimum árum Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Víkingur hevur tryggjað sær tveir landsliðsleikarar í tvey ár afturat. Hesum boðar felagið frá. Sáttmálin er longdur við Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen, báðar við tveimum árum. -Gunnar, sum er uppvaksin í felagnum, hevur verið ein av berandi kreftunum á okkara besta mansliðið í fleiri ár. Tað er eingin loyna, at tað hevur stóran týdning fyri okkara felag, at okkara ungu leikarar hava lokalar kempur at síggja upp til, og tí fegnast vit sjálvsagt um, at Gunnar framhaldandi verður ljósabláur, skrivar Víkingur. (Mynd: Jens Kr. Vang)-28 ára gamli strandingurin, sum kom til okkara at spæla í 2020, hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, har tað millum annað er blivið til sjey mál og eina landsliðsúttøku. Vit fegnast sjálvsagt um, at hart arbeiðandi vongurin verður ljósabláur í tvey ár afturat. Jákup Johansen (Mynd: Sverri Egholm) Víkingur er á øðrum plássi í bestu mansdeildini við 31 stigum. Tíggju stig eru upp til KÍ, sum kortini hevur leikt ein dyst fleiri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021 52 Leygardagur 10. juli 2021 Andrass og Martin hava longt við barndómsfelagið Nýggju sáttmálarnir hjá ungu leikararunum eru galdandi í tvey og eitt hálvt ár Martin Agnarsson og Andrass Johansen eftir at nýggju sáttmálarnir eru undirskrivaðir. Millum ungu leikararnar er formaðurin Magni Vatnhamar Mouritsen (Mynd: b36. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm Teir hava spælt ávíkavist tólv og sekstan dystir í ár og samanlagt 46 og 22 dystir fyri besta liðið hjá B36, ið teir eru vaksnir upp í. Talan er um 19 ára gamla Andrass Hildibjart Johansen og 17 ára gamla Martin Agnarsson, sum í vikuni skrivaðu undir við B36. Nýggju sáttmálarnir eru báðir galdandi fram til árslok 2023. -Teir eru báðir partur av ungdómsrbeiðinum hjá B36 og tað er eitt avgjørt mál hjá okkum, at vit í størri mun skulu byggja liðið kring okkara egnu spælarar. Hetta eru spælarar, sum hava stórt potentiali, og sjálvt um teir longu hava bitið seg fastar á liðnum, so er framvegis nógv, sum kann leggjast afturat í spælinum hjá teimum, og tí er tað gleðiligt, at vit teir halda fram her hjá okkum í minsta lagi fram til 2023. Teir hava alla tíðina víst, at teir eru til reiðar at arbeiða hart og gera tað eyka arbeiðið, sum skal til, tá tú vilt røkka tínum málum, sigur Dan Brimsvík við heimasíðuna hjá B36. -Vit hava eina miðvísa ætlan um, at vit støðugt skulu menna okkara egnu spælarar. Vit eru sera fegin um, at Andrass og Martin veruliga hava bitið seg fastan á besta mansliðnum, og vit eru ikki minni fegin um, at teir nú hava skrivað undir fram til ársenda 2023. Nú summarsteðgur er í Betrideildini, liggur B36 á fimta plássi við 24 stigum fyri 14 dystir. Liðið hevur spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 53 Leygardagur 10. juli 2021 Kronberg heldur fram í bláum Oddaliðið KÍ hevur longt við 34 ára gamla danan Claes Philip Kronberg Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 55 Leygardagur 10. juli 2021 EM-troyggjan hjá Store Larsen er stolin Varð stolin frá framsýning á Ofelia Plads miðskeiðis í juni SkrivaÐ: Troyggjan, sum fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var í, tá hann skoraði fyri Danmark í 2-1 sigrinum á Fraklandi í EM-kappingini í 1992, er stolin. Tað hendi í gjár á Ofelia Plads í Keypmannahavn. Henrik“ Store” Larsen vitjaði plássið, sum er eitt slag av miðpunkti fyri EM-øsingina, sum valdar í Danmark, nú liðið hevur spælt seg fram til hálvfinaluna. Á plássinum er ein lítil EM-framsýning, har troyggjan við nummar 13 er ein av lutunum, ið er at síggja. Men tá Henrik Larsen kom fram í gjár, varð staðfest, at troyggjan er burtur–stolin. -Kona mín legði til merkis, at troyggjan var burtur–undarligt, hugsaði eg. Eg spurdi ein vakt, og hann upplýsti mær, at onkur hevur skrúva glasplátuna av og er farin avstað við troyggjuni, greiðir Henrik Larsen frá fyri dr. dk. -Vit eru nakrir spælarar, sum laga latið fleiri lutir til framsýningina. Tað er spell, at fólk ikki vilja lata lutirnar fáa frið, so øll ið koma her, kunnu uppliva EM-stemningin. Spell at nøkur við ov longum fingrum skulu oyðileggja hetta, sigur Henrik Larsen. Hann hevur lagt eini boð út á Facebook, sum eru deild fleiri hundrað ferðir, har hann biður um, at troyggjan kemur aftur. Troyggjan er løtt at kenna aftur, um onkur skuldi latið seg í hana. -Hon er hvít, har stendur“ Larsen” og talið“ 13” á bakinum, og autografurin hjá mær er á høgru øksl. Tað eru ikki nógvar sum henda í umferð, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin og EM-vinnarin frá 1992. Enn er óvist nær og hvussu troyggjan er horvin. -Vit halda, at tað hendir 12. ella 13. juni. Tí hon hekk á sínum plássi tá framsýningin lat upp 11. juni, sigur Lene Kryger Pedersen, verkætlanarleiðari fyri hesi framsýningini, ið hevur ferðast runt í Danmark fyri at minnast EM-sigurin í 1992. Hon heitir á tjóvin um at koma aftur við troyggjuni. Tað nýtist ikki at vera persónliga. Viðkomandi kann bara koyra troyggjuna í ein brævbjálva og senda hana til DBU (danska fótbóltssambandið, -red.) , sigur hon við dr. dk. Hon harmast um, at Henrik Larsen ikki hevði fingið boðini um at troyggjan var stolin, áðrenn hann við egnum eygun mátti ásanna tað á staðnum. Stuldurin er meldaður til løgregluna í Keypmannahavn, sum arbeiðir við málinum. Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari í árunum 2002 til 2005 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 56 Leygardagur 10. juli 2021 Italia er fyrri finalisturin Tað endaði við brotssparksdrama á Wembley. Donnarumma bjargaði royndini frá Morata, ið ananrs var hann, ið syrgdi fyri, at Spania kom so langt, og so kundi Jorginho kaldliga avgera hálvfinaluna Tað var eingin ivi, tá Jorginho kundi avgerða hálvfinaluna. Chelsea-miðvallarin var tryggur úr ellivu metrum í býnum, har hann vanliga venur og spælir (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Annað EM-endaspælið á rað sendi Italia Spania út, og Gli Azzuri skal fyri fjórðu ferð spæla EM-finalu. Hetta er greitt eftir eitt langt kvøld á Wembley. Spania byrjaði hálvfinaluna betri, men kom ikki nærri enn skotroynd frá Dani Olmo, ið Gianluigi Donnarumma bjargaði. Italia hótti eisini nakrar ferðir, og eitt skot, tá spanski málverjin ikki var í málinum varð blokerað, og eitt frá Emerson-avloysaranum hjá skadda Spinazzola á vinstra bakki-snittaði yvirleggjaran. Annars høvdu spaniólar bóltin nógv meira, men tað kom lutfalsliga lítið burturúr. Italia dúvaði nógv upp á umstillingar, og tá ein tími var leiktur, gav hetta úrslit. Eitt spanskt innlegg endaði hjá Donnarumma, ið setti skjótt í gongd. Bólturin kom út til Insigne í vinstru, hann royndi at spæla Immobile djúpt, Laporte fekk kastað seg niður og takklað bóltin eitt sindur burtur, men hann endaði við føturnar hjá Federico Chiesa. 23-ára gamli kviki og kraftmikli kanturin hevur fingið eitt gjøgnumbrot fyri Juventus í farna kappingarári, og nú tók hann tríggjar skjótar og góðar nertingar, og staddur nakað til vinstru í brotsteignum, legði hann bóltin sera væl í longra málhornið. Unai Simon hevði ongan møguleika, Spania á knøunum og nærum sansaleysur italskur fagnaður. Chiesa fekk fatur á einum leysum bólti og skoraði eitt vakurt mál, ið eina løtu sá út til at senda Spania víðari (Mynd: EPA) Næstu tjúgu minuttirnar hóttu teir í reyðum lítið og einki. Oyarzabal fekk ikki stýrt góðum innleggi í málið-Sociedad-leikarin rakti heldur ikki bóltin, tá hann brádliga gjørdist fríur í fyrra hálvleiki- og hetta var besta støðan. Italia tyktist at hava gótt tamarhald á, og Simon varð noyddur at bjarga royndini frá innskifta og lívliga Beradi. Alvaro Morata kom á vøllin um sama mundi, og tað var hann, ið tryggjaði Spania eina lívlinju. Laporte fann hann millum keturnar, áleyparin setti ferð á, spældi gott bandaspæl við Dani Olmo við brotsteigarmarkið, og komin inn í brotsteign setti Morata bóltin kaldliga í netið. Italumenn tyktist heldur skelkaðir, og spaniólar vóru eisini betri næstu løtuna og í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini. Í 2. hálvleiki hevði Beradi bestu støðuna, men tað merkist, at leikarar vóru troyttir og bangnir fyri at gera mistøk. Tað luktaði av brotssparkskapping, og soleiðis varð eisini. Bæði liðini misnýttu síni fyrstu skot, men síðani kom hol á, og tey næstu fimm skotini vóru trygg. Harvið var 3-2 til Italia ið skeyt fyrst, og so stóð Morata ikki fyri trýstinum. Donnarumma las hann, og so visti tey flestu hvat fór at henda: Jorginho var ísakaldur. Miðvallarin gjørdi eitt lítið lop, fekk Simon at nærum seta seg niður, og rullaði bóltin niður í hitt málhornið og sendi harvið Italia í finaluna. Myndir: EPA EM-hálvfinalur 6. juli Wembley, London Italia-Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð-5-3 eftir brotssparkskapping 60'Federico Chiesa 1-0 80'Alvaro Morata 1-1 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 57 Leygardagur 10. juli 2021 Danmark fall við æru-Ongland í sínari fyrstu EM-finalu Avgerðin á Wembley fall, tá Harry Kane í longdu leiktíðini setti returbóltin í málið, eftir at Schmeichel hevði bjargað hansara brotssparki Teir í hvítum og svørtum skrivaðu søgu í kvøld (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Danska EM-ævintýrið endaði í hálvfinaluni mikukvøldið. Hetta var sum so ikki óvæntað, tí stinnu onglendingarnir vóru á dagsskránni og á heimavølli, og tað vóru teir, ið skrivaðu søgu. Liðið hjá Kasper Hjulmand vísti tó í fyrra hálvleiki, at tað væl kundi spæla við, eins og ætlanin hjá venjaranum greitt var. Danmark fekk hótt Ongland nakrar ferðir, og eftir hálvan tíma fingu teir reyðkløddu fríspark áleið 25 metrar úr málinum. 21-ára gamli hvirluvindurin Mikkel Damsgaard smekkaði til, bólturin ferðaðist skjótt og heldur løgið, og Pickford rakk ikki eftir honum, tí hann fór heilt undir yvirleggjaran. Eitt frálíkt frísparksmál-tað fyrsta av sínum slagi í endaspælinum- og so var tað sum ein spreinging í donsku leguni, meðan mongu heimaáskoðarnir vóru kúrrir og stúrnir. (Mynd: EPA) Ongland ressaðist við, og heilt stutt eftir málið hevði Kasper Schmeichel eina góða bjarging, tá Raheem Sterling gjørdist fríur. Nakrar minuttir seinni royndi Bukayo Saka at finna Sterling við tvøralvering í brotsteignum, eftir at Kane væl hevði spælt Saka frían í høgru. Simon Kjær kastaði seg niður og royndi at verja fyri, men endaði við at ístaðin beina bóltin í egið mál. Danski liðformaðurin spældi annars aftur ein heilt góðan dyst í miðverjuni. (Mynd: EPA) Danmark byrjaði væl eftir stegðin, og fyrstu minuttirnir vóru opnir og lívligir. Síðani setti dysturin seg meira, og Ongland tók so líðandi heilt yvir. Danska liðið fall longur aftur á vøllin og fyriuttan eitt gott skot frá Kasper Dolberg, ið hevði skapt sær pláss á brotsteigarmarkinum við góðari vending, so kom liðið ikki til málmøguleikar. Í hinum endanum bjargaði Schmeichel væl stútara frá Maguire, og tað vóru serliga deyðbóltar, ið Ongland hótti við. Liðið hjá Southgate hevði bóltin nógv meira, men leikferðin móti vælskipaðu dønunum var ikki nóg høg. Grealish kom á vøllin, Kane kom nær við móti endanum, men neyðugt varð við longdari leiktíð. Har sat heimaliðið á tí, danir vóru kroystir, og avgerðin fall ímóti endanum av fyrra hálvleiki. Sterling slapp innum í høgru, og millum Mæhle og innskifta Mathias Jensen fór kviki kanturin umkoll. Makkeliepeilkaði á blettin. Tað sá út til at vera heilt tunt, hóast eitt lítið sindur av kontakt helst var. Eitt sindur av ruðuleika var eisini, tí tað sá út sum, at tveir bóltar vóru á vøllinum í støðuni, men hetta ávirkaði tó sum so ikki. Sterling sá út til at detta lætt, men VAR-kanningin broytti einki, og Makkelie fór ikki út at hyggja. Kane royndi seg úr ellivu metrum, Schmeichel hevði lisið hann, men í royndini at halda bóltinum, sprakk bólturin líka niður í svørin og út til áleyparin aftur, og hesuferð var eingin ivi. 2-1 og so loysnaði tað upp á Wembley-eitt ordans brøl. “ Football’ s coming home” rungaði fleiri ferðir næstu løtuna, og leingi eftir seinasta bríksl. Tí Ongland spældi seg á fyrsta sinni í eina EM-finalu. Jensen kundi ikki spæla víðari vegna skaða, og danir manglaðu orkuna at av álvara bjóða av seinastu 15 minuttirnar. Í yvirtali løgdu onglendingar seg longur aftur, og tá teir fingu bóltin, hildu teir væl og róliga fast í hinum. Southgate og hansara menn hava skrivað søgu, og tað kann verða eitt heilt serligt summar við sigri á Italia á Wembley sunnukvøldið. Ongland var betra liðið, men danir stríddust væl og kunnu samanlagt vera heilt væl nøgdir við endaspælið, har teir eru komnir við nógvari orku og megi og hava víst heilt gott spæl til tíðir. Mest av øllum hava teir í danska hópinum víst eitt krútsterkt samanhald og evni og styrki til at reisa seg og takkal støður-tað er um nakað eitt lið, ið hevur savnaði tjóðina, og sum aftur vísur, at fótbóltur als ikki bert er eitt spæl. (Mynd: EPA) (Mynd: EPA) EM-hálvfinala 7. juli Wembley, London Ongland-Danmark 2-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð) 30’ Mikkel Damsgaard 0-1 37’ Sjálvmál 1-1 104’ Harry Kane 2-1 Finalan millum Italia og Ongland verður spæld á Wembley sunnukvøldið klokkan 20 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 58 Leygardagur 10. juli 2021 Dia Midjord verður venjari í Noregi Hevur skrivað sáttmála við felagið Florø SK Handball, sum spælir í triðju deild Dia Midjord, til vinstru, her sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Føroyski hondbóltsvenjarin, Dia Midjord, fer komandi trý árini at taka sær av venjingini í norska hondbóltsfelagnum Florø SK Handball. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. Dia Midjord er útbúgvin journalistur, útbúgvin í Noregi. Hann var stjóri fyri Kringvarp Føroya árini 2012 til 2017. Seinastu árini hevur hann verið stjóri í Pf. Auto, men fór úr hesum starvi herfyri. Dia hevur hægstu útbúgving innan hondbóltsvenjing, og hevur við síðuna av sínum vanliga arbeiði, verið venjari á høgum støði í føroyskum hondbólti, eisini við ábyrgd av ymsum landsliðum. Nú verður hondbóltur hansara høvuðsstarv. Heimasíðan hjá Florø SK skrivar, at Dia Midjord verður fulltíðarsettur í felagnum, og verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og kvinnuliðnum hjá felagnum. Eisini fær hann fakligu ábyrgdina av venjingini í ungdómsdeildini. Dia Midjord hevur fyrr roynt seg sum venjari í felagnum, skrivar Florø SK Handball. Felagið skrivar, at setanin av Dia Midjord er ein liður í eini strategi at lyfta støðið í felagnum, so at felagið kann staðfesta sína støðu sum ein kraftdepul í norskum hondbólti“ millum Bergen og Molde”. Dia Midjord byrjar í starvinum í august. Umleið 9.000 fólk búgva í Florø, ið liggur við vesturstrond Noregs, umleið 150 kilometrar norðan fyri Bergen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021 59 Leygardagur 10. juli 2021 Leivur skal royna seg í Odder 22-ára gamli vinstri vongurin úr Hoyvík, sum seinastu árini hevur verið kring A-landsliðið, skal komandi kappingarár spæla í næstbestu donsku deildini Leivur Mortensen í landsdysti fyri Føroyar í Luksemborg (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Hann var eitt skifti knýttur at høvuðsstaðarfelagnum Ajax København, ið eisini spælir í 1. division. Síðani vendi hann aftur til Hoyvíkar, ið hann umboðaði seinna part av kappingarárinum í fjør, og nú skal 22-ára gamli vongurin royna seg í øðrum felagi í næstbestu donsku deildini. Leivur Mortensen skal í 2021/2022 hava heimavøll í Odder, ið liggur beint sunnan fyri Århus. Landsliðsmálverjin Tórður Skorheim Guttesen, ið nú er farin aftur til Kyndil, var partur av hópinum hjá Odder fyrra partin av síðsta kappingarári. Í vikuni hevur Odder Håndbold kunngjørt, at tveir nýggir vinstru vongleikarar nú eru í felagnum. Annar er hoyvíkingurin, ið verður lýstur sum ein sera spennnandi leikari, ið er ein tekniskt dugnaligur avsluttari, ið eisini hevur góðar dygdir í verjuspælinum Nevnt verður eisini, at ungi føroyingurin vanliga er partur av føroyska landsliðnum. Leivur Mortensen í flúgvandi stíli fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021 60 Leygardagur 10. juli 2021 Zakarias og Ronja áttu munin í Vágum Seinasta vikuskiftið var várkappríðing í Vágum–í Tvíspor I vóru einans 0,6 sekund á muni millum tey tvey fremstu (Mynd: Rani í Dali) SkrivaÐ: Sjáldan um nakrantíð man tað hava verið so tætt millum rossini í Tvíspor l flokki. Einans 0,8 sek var á muni millum nummar eitt og nummar seks, tá tey kappaðust í Vágum. Men tað endaði við, at Zacharias R. Jacobsen og Ronja vunnu. Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum, til hesa kappingina og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur. Tað var tó líka við, tí munurin millum Ronju hjá Zacharias R. Jacobsen og Svonnu við Barbaru Chaparro á baki var einans tveyogtjúgu hundrandapartar av einum sekundi, tað er ikki nógv, tey brúkti ávíkavíst 18: 32 og 18: 54 sekund um teir 250 metrarnar, skrivar Ríðisambandið. Munurin til nummar trý, vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, var eisini lítil. Spirit hevði tíðina 18: 70. Hini rossini í fyrsta flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum. At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum, skrivar Ríðisambandið. Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l flokki vóru eisini aðrir fleiri nýggir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin ið var spennandi, heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sekund um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri. Endin var at Jóna Ólavsdóttir á Laxa vann, ein hundrandapart frammanfyri Randarsól Heinesen á Stígur. Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lützen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor ll flokk vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021 61 Leygardagur 10. juli 2021 Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður 4. september Renn ella gakk gjøgnum gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, úr Gásadali til Sandavágs kirkju SkrivaÐ: Fyrireikararnir av Føroya Vakrasta Hálvmarathon hava nú tikið støðu til, at tiltakið í ár verður leygardagin 4. september. Nú koronastøðan er batnað og sambært nýggjastu upplýsingunum frá myndugleikunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir síðstu vikuna í august, meta vit at tað er ráðiligt at gjøgnumføra Føroya Vakrasta Hálv Marathon aftur. Atgongumerkir fyri 2020 eru galdindi fyri 2021. Um so er at ikki ber til at luttaka ber til at fáa peningin aftur. Renningin verður leygardagin 4. september, og leiðin gongur úr Gásadali til Sandavágs kirkju, gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Eisini ber til at ganga teinin. Gott 500 fólk eru longu meldað til renningina í ár, men rúm eru fyri 500 afturat, verður sagt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021 |
Flakavirkið á Sandi letur upp aftur sum góðskingarvirki SíÐa 2 Handaðu drotningini ringprón SíÐa 6 Ilskast inn á hesa myndina SíÐa 11 Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael SíÐa 13 Føroyar tryggjaðu sær fyrsta plássið í bólkinum við sannførandi sigri á Niðurlondum SíÐa 48-Kennist sum eitt svart hol SíÐa 51 Avlýsa vestanstevnuna SíÐa 40 1 Leygardagur 17. juli 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Løgmaður sleppur–onnur sleppa ikki Seinasta leygardag høvdu vit eina inniliga áheitan til løgmann á hesum stað í blaðnum um at spyrja kongshúsið, um tey ikki vinarliga kundu útsett vitjanina hjá Margretu drotning til eftir at koronasmittan er avhasað her á landi. Áheitanin varð borin fram í eini banalari vón um, at landsins myndugleikar dugdu at ásanna, at tað ikki er samanhangur millum at skipa fyri almennum vitjanum við so stórum fólksligum áhuga, samstundis sum somu myndugleikar gera alt fyri at forða fyri at aðrir fyrireikarar av tiltøkum, ið savna nógv fólk, kunnu gjøgnumføra síni tiltøk. Tí tað er ikki samanhangur í grundgevingunum, sum siga, at tað er meira vandamikið at hyggja eftir kappróðri til dømis, enn at trokast saman í eitt nú Vágsbotni fyri at fáa eygnakontakt við drotningina. Vit vanligu borgarar hava nú bara fingið staðfest, at er talan um eitt tiltak, sum landsstýrið gjarna vil skipa fyri, so eru ongar avmarkingar. Avmarkingarnar eru bara galdandi fyri tiltøk, sum onnur skipa fyri. Og tað er ikki rímiligt. Í oddagreinini spurdu vit hvør vildi átaka sær uppgávuna at telja upp í 500 í sambandi við drotningavitjanina. 500 er jú tilmælta hægstamark fyri hvussu nógv kunnu savnast, og fremsta vápn hjá myndugleikunum at forða øðrum at halda tónleika- og ítróttatiltøk, har fólk standa tætt. Vit kunnu bara staðfesta, at hóast føroyska politistyrkin hesar seinastu dagarnar við drotningavitjan er økt við fleiri servandum løgreglufólkum úr Danmark, so er ongin, ið hevur fingið uppgávuna at ansa eftir at ikki ov nógv savnast í mannamúgvum. Tí tað hava verið fleiri enn tey tilmældu 500 fólkini til staðar í sambandi við drotningavitjanina. Hvørt tað fer at raka okkum aftur í form av øktum smittutilburðum, er ikki vist. Um tað hendir–og vónandi hendir tað ikki–so er tað ein vanlukka, ikki minst fyri løgmann, landsstýrið og kongshúsið, og um tað ikki hendir, ja, so er enn lættari at skilja fyrireikararnar av eitt nú tónleikafestivalum, sum standa enn meira spyrjandi við spurninginum, hví tey ikki kundu sleppa, tá løgmaður og drotningin sluppu. Annars, so hevur drotningavitjanin–higartil–verið væl eydnað, hóast avbjóðingarnar við vánaligum ferðalíkindum og tekniskum trupulleikum umborð á skipi hennara hátigns. Hon dugir at útinna sítt vald á sín vinarliga, hugfarsliga og smílandi hátt, Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid drotning, og tað eigur hon stórt rós uppiborið fyri. Nú er ikki annað at gera enn at vóna og krossa fingrar fyri, at restin av drotningavitjanini eisini spælir væl av, og at vitjanin ikki fer at elva til størri smittutrýst her á landi. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 4486 Lisnar síður: 20322 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 17. juli 2021 Flakavirkið á Sandi letur upp aftur sum góðskingarvirki Eitt partafelag undir stovnan hevur fingið tilsøgn frá Sands kommunu um at leiga bygningin, eftir at kommunan hevur yvirtikið hann frá gomlu eigarunum Hann er partaeigari og reiðari í felagnum, sum eigur línuskipið Sandshavið (fyrr Fugltúgvan), sum hann og aðrir ognaðu sær í 2011. Hesir eru eisini allir við í ætlanunum at umskipa flakavirkið til góðskingarvirki. Tað verður tó í einum nýggjum felag, sum í løtuni er undir stovnan, sigur Eyðvarur Petersen, sum eisini er skipari á Sandshavinum. Kortini er ikki ætlanin hjá nýggja virkinum at dúva upp á rávøru frá Sandshavinum. -Nei, Sandshavið fer eins og higartil at fiska og selja umvegis Fiskamarknaðin á Toftum til flakavirkini kring landið, sigur hann. Ikki kappast við onnur flakavirki Eyðvarur Petersen leggur samstundis dent á, at nýggja virkið á ongan hátt verður kappingarneyti hjá flakavirkjunum. -Okkara virki fer bert at taka ímóti fiski, sum flakavirkini ikki eru áhugað í ella hava brúk fyri, eitt nú avskurði og øðrum fiskaúrdráttum, staðfestir hann. -Hvat hevur kveikt tykkum til at fara undir hesa verkætlanina? -Vit hava mangan harmast um at síggja, hvussu nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum til útlendskar keyparar at gera sær dælt av. So hví ikki gera eina roynd at góðska fiskin her heima ístaðin, hugsaðu vit. -Tá hetta ber til við góðum úrsliti hjá útlendingum, átti tað eisini at borið til hjá okkum, heldur stigtakarin á Sandi. Vóna eisini at fáa makrel Hann váttar samstundis, at teir–í eini roynd at útvega so nógva rávøru sum gjørligt–eisini hava søkt Fiskimálaráðið um at fáa eitt sindur av makreli at góðska á virkinum, nú ætlanin er at útluta royndarkvotur í næstum í sambandi við nógv øktu makrelkvotuna í ár. -Hetta hevði gjørt stóran mun og avgjørt verið við til at birt upp undir eina framgongd her í oynni, so vónandi sleppa vit ígjøgnum nálareygað hesa ferð, sigur Eyðvarur Petersen bjartskygdur, hóast svarið úr Fiskimálaráðnum til undanfarnu umsóknir hevur verið eitt tvørt nei. Lata upp í heyst ella í vetur Ikki er greitt, nær skjótt hálvthundrað ára gamla virkið úti á Støð letur upp aftur sum góðskingarvirki. -Tað veldst um, hvat Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur um standin á virkinum, og hvat ið krevst av íløgum fyri at fáa lív í aftur virkið, sigur Eyðvarur Petersen. Hann vónar tó, at tað ikki fer at ganga ov long tíð, áðrenn dyrnar kunnu latast upp aftur–vónandi í heyst ella í seinasta lagi í vetur. Tástaðni verður eisini greitt, hvussu nógv fólk fáa arbeiði á virkinum, leggur hann aftrat. Staðið stilt helvtina av tíðini Flakavirkið á Sandi varð bygt miðskeiðis í sjeytiárunum undir navninum Borgin. Privatfólk tóku seg saman um at seta virkið á stovn, væl stuðlað av arbeiðarafeløgum og øðrum. Men vegna vantandi rávørutilgongd hevur virkið staðið stilt meira enn helvtina av tíðini síðani stovnanina. Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum fór virkið av knóranum. Í 1997 læt tað upp aftur við Delta Seafood á Tvøroyri sum eigara, men heldur ikki ta ferðina gekst eftir vild. Og síðani aldarskiftið hevur lítið og onki virksemi verið á nógv saknaða arbeiðsplássinum úti á Støð. Eyðvarur Petersen vónar, at nýggju ætlanirnar saman við komandi Sandoyartunlinum fara at skapa grundarlag fyri einum betri, tryggari og hart tiltrongdum arbeiðsplássi í oynni, samstundis sum møguleikar tá eisini verða fyri skynsomum samstarvi við onnur virki aðrastaðni í landinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021 3 Leygardagur 17. juli 2021 Stór fjøld tók ímóti drotningini Hóast drotningin kom við bili og ikki við Dannebrog sum ætlað, so varð móttøka á Bursatanga seinnapartin hósdagin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nógv fólk høvdu leitað sær á Bursatanga í Havn um eitt tíðina í dag. Tá var móttøka fyri Margretu drotning, sum næstu dagarnar vitjar kring landið. Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Bursatanga: Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 17. juli 2021 Handaðu drotningini ringprón Margretha drotning fekk gávu frá løgtinginum og landsstýrinum í sambandi við 80 ára føðingardagin í fjør (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Ein prónur, gjørdur eftir tí próni, sum varð funnin í fornfrøðiliga útgrevstrinum í Tjørnuvík í 1956, varð í dag latin Margrethu drotning í gávu. Hon hevði 80 ára føðingardag 16. apríl í fjør, og í tí sambandi var gávan handað í dag, nú drotningin var á vitjan í Tinganesi eftir middag. Prónurin var fyrsta prógv um, at fólk búleikaðust í Føroyum í víkingatíð. Tað er Katrin Andreasen, sum hevur gjørt prónin úr 18 karat gulli. Prónurin liggur á føroyskari ull í einum skríni, sum snikkarin Sigmund Sørensen hevur gjørt meðan gullsmiðurin Herfinn Seloy hevur gjørt lásini. (Mynd: Tjóðsavnið)-Við hesi føðingardagskvøðu vilja vit nýta høvið at fagna aldagamla vinabandinum Føroya og Danmarkar millum. Okkara tøttu bond knýta okkum saman sum lond og fólk, har kongshúsið, eins og prónurin, heldur heildini virðiliga saman, siga Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í heilsanini til drotningina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 7 Leygardagur 17. juli 2021 Gull og basalt til Margrethu drotning Margretha drotning fekk handað gávu frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 9 Leygardagur 17. juli 2021 Summardái til Daisy framman fyri Mentanarhúsinum Serligt tyrlupláss lagt út til drotningina í Fuglafirði SkrivaÐ: Í gjár var stórur dagur í Fuglafirði, tá býurin fekk vitjan av Margretu drotning. Ongin fastur tyrlupallur er í Fuglafirði, so til endamálið er eitt tyrlupláss sett út á stóra økinum undir Mentanarhúsinum. Og sirkulin har tyrlan skal lenda, er vakurt prýdd sum ein summardái. Summardáin er blóman hjá Margretu drotning, hvørs kelinavn er Daisy, enska orðið fyri summardáa. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 10 Leygardagur 17. juli 2021 Hugtakandi veggjaprýði avdúkað í Fuglafirði Lýsir søguliga leiklutin hjá kvinnuni á plássinum, sum einaferð var fiskastykki, mitt í bygdini (Mynd: fuglafjordur. fo) SkrivaÐ: Í Fuglafirði hava tey seinastu tíðina hampað og pyntað um býin, nú Margreta drotning skuldi koma til býggja á kongaligari vitjan. Mitt í býnum, á Muntra, er eitt nýtt veggjaprýði komið upp at hanga. Fýra myndir av kvinnum og gentum í øllum aldrum í lívinum. Hugskotið til listaverkið eigur Soffía Nón, og tað er eisini hon, sum hevur sniðgivið myndirnar. Eitt toymi av ungum í arbeiði undir leiðslu av Marionnu Beder hevur staðið fyri at seta listaverkið upp. Í arbeiðstoyminum vóru Amy Mita Helgadóttir, Angela Allansdóttir Hjaltalin, Anna Erlingsdóttir Joensen, Dávur Klein Juul, Emma Jóhannesardóttir Toftegaard, Sámal Torkilsson. Suffía Nón, listakvinna Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu skrivar soleiðis um verkið:“ Verkið hugleiðir og fevnir um fleiri evnir. Yvirskipað er verkið afturlítandi og nemur við ein av okkara týðandi grundarsteinum; fiskiarbeiðið, ið gjøgnum mong ættarlið hevur borið okkara samfelag og hendan stað. Vit síggja kvinnur, eldri og yngri, arbeiða á fiskastykki, og hevur staðsetingin av verkinum sjálvsagt ein týðandi lut í valinum av myndaevninum (Fiskastykki var á økinum, har bygningurin stendur. Restir av stykkinum síggjast framvegis oman fyri bygningin, -red.) . Men samstundist er verkið eisini framlítandi og setur ljós á broytingar og mótsetningar gjøgnum tey seinastu ættarliðini; unga gentan tá og nú–møguleikar tá og nú. Verkið er eisini ein heiður til kvinnuna. Ein takkarkvøða frá nútímans gentuni til hennara ættarmóðir, ta sterku og áhaldnu kvinnuna, ið gjøgnum fleiri ættarlið var tann berandi á landi meðan menninir vóru burtur við skipi. Okkara ættarmóðir hevði nógv at síggja til. Tað var hon, ið hevði ábyrgd av og syrgdi fyri heimaarbeiðnum, børnunum, teimum gomlu og teimum sjúku í bygdini, kríatúrunum og arbeiðinum á landi. Nógvir dagar vóru henni tungir, døkkir og merktir av djúpari sorg av at missa. Tíðum var hon noydd at seta seg sjálva, sínar kenslur og høvuðbrýggj til síðis tí arbeiðið skuldi fáast frá hondini; og bar hon av teirri orsøk tignarliga sítt bløðandi hjarta í tøgn og uttan andlit. Tað eru okkara forfedrar og -møður, ið við sleipi og tungum døgum hava borðið okkum fram til samfelagið ið vit kenna í dag. Tey stríddust og løgdu lunnar undir eina ljósari framtíð fyri tey komandi ættarliðini, og gjørdu tey hetta fyrimyndarliga. Tað er teimum at takka, at heimurin nú, við øllum hugsandi møguleikum og góðum líkindum, liggur nútímans unglinginum víðopin. Og júst tað, at tað eru unglingar ið hava latið verkið úr hondum, setur ein serligan dám á pallin og undirstrikar hugføri og hugsanina við verkinum. Latum okkum við virðing og takksemi minnast tey, ið hava borið og bygt hendan vakra stað—ættarlið eftir ættarlið. Send eitt flúgvandi hjarta út í renslið á alheimsins lokaða ringi; vit eru øll knýtt saman, ættarlið eftir ættarlið eins og eitt vakurt perluband.” Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 11 Leygardagur 17. juli 2021 Ilskast inn á hesa myndina Drotningavitjan er fínasta slag, men festivalar mugu ikki haldast. Tað hevur fingið sinni í kók hjá fleiri (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað hevur fingið øði í fleiri, at fólk í stórum mongdum savnast at heilsa upp á Margrethu drotning sum er á vitjan í Føroyum næstu dagarnar. Nøkur teirra gera vart við seg á Facebook, og spyrja hví festivalar og onnur tiltøk ikki kunnu haldast, men at drotningavitjanin, sum eisini savnar nógv fólk, væl kann haldast, og uttan nakra stórvegis frástøðu. Kjakast verður út frá einari mynd frá Portalinum í gjárkvøldið, sum var tá Margretha drotning vitjaði á trappuni í Vágsbotni. -Hvar er logikkurin, spyr ein. G! festivalurin sum skuldi byrja í gjár varð noyddur at avlýsa av trýstinum frá politikarunum. Tað sama við Summarfestivalinu, barnalegum og øðrum, sigur sigur ein. Dennis Holm, fyrrverandi borgarstjóri í Vági, ger eisini vart við sína ónøgd. Hann vil vera við, at løgmaður pissar uppeftir rygginum á føroyafólki. -Trúfast hava okur góðtikið enn einaferð at gera enn eina lutvísa "niðurlukking" av samfelagnum fyri felagsskapins skuld-í tráð við kósina, sum landins myndugleikar hava lagt. Sáttmálin "varð gjørdur millum landins leiðslu og okkum føroyafólk. Men eftir at okur í samfullar 15 mánaðir hava hildið "sáttmálan" fult og heilt, uttan stórt hóvasták, eru okur stungin í bakið av hinum sáttmála partin. -Landins leiðsla skipar í hesum døgum fyri stórum tiltøkum kring landið. Tiltøk sum savna 100-tals fólk-eins og myndin úr Havn í dag vísir, skrivar Dennis Holm á Facebook. Hesa myndina hevur Kristian Martin Joensen eisini lagt á Facebook. Drotningavitjan er ok, men G! festivalurin er ikki Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 12 Leygardagur 17. juli 2021 Gongur seint at koppseta føroyingar Undir 500 fólk vórðu koppsett hósdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Hóast nóg mikið av koppingarevni er í tøkt í landinum, og myndugleikarnir hava heitt á føroyingar um at koma og lata seg koppseta, sær tað út til at ganga seint fyri seg. 489 fólk vórðu koppsett hósdagin. 210 fólk fingu fyrra prikið og 279 fingu seinna prikið. Við hesum eru 62,5 prosent, sum hava fingið fyrra prikið, og 47,7 prosent hava fingið tvey prik og eru liðugt koppsett. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 13 Leygardagur 17. juli 2021 Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael Áki Johansen, ið er fyrrverandi sendimaður í London, tekur við sum sendimaður í Ísrael 1. august (Mynd: ummr. fo) SkrivaÐ: Síðst í juni mánað frættist, at John Rajani, ið tók við starvinum sum sendimaður í Ísrael 1. desember, gevst sum sendimaður fyri at gerast nýggjur løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir sum gevst eftir 25 ár. Nú er eftirmaður hansara funnin. Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar frá, at Áki Johansen er tilnevndur sum sendimaður Føroya í Ísrael. Áki Johansen er 52 ára gamal, og útbúgvin BA in International Political Studies og MA in International Management. Áki Johansen hevur starvast í Uttanríkistænastuni seinastu 13 árini, og var hann sendimaður í London í árunum 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2021. Áki Johansen tekur við sum sendimaður í Ísrael 1. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 14 Leygardagur 17. juli 2021 Fekk navnið“ Rescue Lív” Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag eitur nú Rescue Lív. Báturin varð navngivin leygardagin Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag sum higartil hevur havt navnið Tanum hevur nú fingið nýtt navn. Tað hendi á samkomu í Vágsbotni farna vikuskiftið. Nýggja navnið er tað sama sum undanfarni bjargingarbáturin hjá felagnum, Resue Lív. Havnar Bjargingarfelag keypti bátin í fyrra árið, og síðani er báturin riggaður til. Nýggi Rescue Lív er rúmligari enn gamli báturin, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning eru eisini væl betri, umframt at pláss er fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu. (Mynd: Jens Kr. Vang) (Mynd: Ólavur Frederiksen) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 15 Leygardagur 17. juli 2021 Fólkatalið heldur fram at vaksa 1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum–størsti fólkavøksturin var í Tórshavanr kommunu, meðan Sumbiar kommuna hevði størstu afturgongdina (Savnsmynd: Hagstovan) SkrivaÐ: 1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum. Tað er 834 fleiri enn á sama degi í fjør–ein vøkstur á 1,6 prosent. Vøksturin seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn. Nettoflytingin er minkað nakað seinastu tvey árini, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoytið til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan. Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur. Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar kommunu, har 390 fólk fluttu til kommununa, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har átta fólk fluttu úr kommununi. Størsti vøksturin í prosentum var tó í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosent–seks fólkum. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent–22 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, har minkingin var 2,6 prosent–ávikavist fýra, trý og eitt fólk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 16 Leygardagur 17. juli 2021 Næstan 18.000 ferðaðust um flogvøllin í juni Hetta er munandi meira enn í sama mánaði í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Talið av ferðafólkum, sum ferðaðust um Vága Floghavn í juni mánaði í ár var 17.906 fólk. Hetta er munandi meira enn tey 9.945 fólkini, sum ferðaðust um flogvøllin sama mánaða í fjør. Tilsamans fóru ella komu 58.592 fólk um flogvøllin seks teir fyrstu mánaðirnar í ár. Hetta er framvegis umleið 19 prosent færri enn í fjør, tá talið av ferðandi frá januar til juni var 72.350 fólk. Sigast skal tó, at nógv tann størsti parturin av hesum talinum frá í fjør, kom í mánaðunum januar og februar, altso áðrenn koronasmittan støðgaði so at siga allari samferðslu millum lond. 2019 er framvegis tað árið, har tað tað varð ferðast nógv mest til og úr Føroyum. Seks teir fyrstu mánaðirnir í 2019 ferðaðust 186.099 fólk umvegis Vága floghavn, heili 42.743 bara í juni mánaði. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 17 Leygardagur 17. juli 2021 5,2 milliardir í lønum fyrra hálvár Hjá kvinnunum, ið áttu tvær milliardir, er vøksturin 9,3 prosent, meðan menninir, ið áttu 3,2 milliardir, høvdu eina minking á 0,9 prosent (Savnsmynd) SkrivaÐ: Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa. Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 mia. krónur útgoldnar í lønum–góðar 140 mió. ella 2,8 prosent meira enn fyrra hálvár í fjør, og 5,4 prosent meira enn fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani, skrivar Hagstovan. Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 mia. krónur, og kvinnurnar tvær mia. krónur fyrra hálvár í ár. Hjá kvinnunum er talan um ein vøkstur á 9,3 prosent, meðan talan er um eina minking á 0,9 prosent hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør. Hjá kvinnunum heldur vøksturin fram, meðan lítil og eingin vøkstur hevur verið hjá monnunum seinasta hálvtannað árið. Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum sæst, at lønargjaldingarnar í'almenna o. a. tænastu'er talan um ein vøkstur á 7,8 prosent, og innan'privatar tænastuvinnur'er vøksturin 8,5 prosent. Hinvegin minkaðu lønirnar í'byggivinnu o. a. tilvirking'við 3,5 prosent, og í'fiskivinnu o. a. tilfeingisvinnum'við 8,4 prosent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 18 Leygardagur 17. juli 2021 Søgulig semja millum Føroyar og Noreg um makrelatgongd Føroysk skip kunnu veiða 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið er eftir av árinum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyar og Noreg hava í dag gjørt semju um makrelatgongd, har føroysk skip kunnu veiða 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum, samsvarandi helvtini av føroysku makrelkvotuni fyri 2021. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi. Londini eru harumframt samd um, at føroysk skip, sum veiða makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa hann í Føroyum ella Noregi. Somuleiðis gera norsk skip sjálvi av, um tey landa makrelin, sum tey veiða í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi. Jacob Vestergaard sigur, at semjan millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí at ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, ið var undirritað fríggjadagin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 19 Leygardagur 17. juli 2021 Nú verður møguligt at fáa viðlíkahaldsvenjing Landsstýriskvinnan viå almannamálum hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar–freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august SkrivaÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar. Frá 1. september 2021 fer Almannaverkið undir at veita viðlíkahaldsvenjing til fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar. Endamálið við kunngerðini er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Og ætlanin er, at taluvenjing eisini verður ein partur av viðlíkahaldsvenjingini, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna. Fyri at gera tað einfaldari fyri borgaran, er endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing samlað í einari kunngerð. Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið í ár, og verður tænastan útbygd sum frálíður. Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august, skrivar Almannamálaráðið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 20 Leygardagur 17. juli 2021 Faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, tilnevnd Faknevndin kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul–Bogi Bech Jensen, ph. d. í verkfrøði, er formaður SkrivaÐ: Tíðindaskriv Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, fyri komandi trý árini. Í faknevndini sita: Bogi Bech Jensen, formaður, ph. d. í verkfrøði Jákup Reinert Hansen, ph. d. í gudfrøði Jana Ólavsdóttir, ph. d. í jarðfrøði Marin Strøm, ph. d. í heilsuvísindi Petur Steingrund, dr. philos. í fiskifrøði Faknevndin er sett sambært kunngerð um stuðul til gransking við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021. Hon kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul. Í faknevndini sita fimm limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkøn. Hesi verða vald við avgerð frá landsstýrismanninum. Limirnir verða tilnevndir fyri trý ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið. Faknevndin stjórnar stuðulsskipanini til gransking og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul. Faknevndin er farin undir arbeiðið at viðgera umsóknir um stuðul, sum komu til freistina í vár. Umsøkjarar fáa svar áðrenn 1. september 2021. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 21 Leygardagur 17. juli 2021 16 feløg: Er tíðin ikki komin til at Posta Pitsa gerst eitt veruligt privat felag? Heldur enn at laga seg til eftirpsurningin hevur Posta kastað seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur, siga flutningsfeløg, sum vísa á, at Posta sum alment partafelag hevur stóran fyrimun í kappingini við privatar fyritøkur Tað vakti ans á vári í fjør, tá Posta byrjaði at koyra mat út fyri Gist & Vist (Mynd: KVF) SkrivaÐ:–Posturin er minkaður so nógv í vavi, at almenna felagið Posta í alsamt vaksandi mun sær seg neyðugt at kasta seg út í kapping við privatar vinnuaktørar. Bara fyri at vera til. Er tíðin ikki komin til at Posta Pitsa gerst eitt veruligt privat felag? Soleiðis byrjar eitt skriv til miðlarnar, sum 16 flutningsfeløg hava skrivað undir. –Heldur enn at laga seg til eftirspurningin, so hava Joel undir Leitinum og hansara fólk kastað seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur fyri at halda kolossinum á fótum, skriva feløgini, sum vísa á, at Posta sum eitt alment partafelag hevur fyrimun í kappingini við privatar fyritøkur, sum virka á privata marknaðinum. –Uttan her at siga júst hvussu ein privatiseringsloysn eigur at síggja út, so vilja undirritaðu partar mæla til, at gongd verður sett á at syrgja fyri at vøksturin og dynamikkurin í Posta kemur út í privata vinnulívið at arbeiða, heldur enn í einum ógjøgnumskygdum almennum felagi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 23 Leygardagur 17. juli 2021 Fólkakirkjan gjørt nýggjan faldara til allar tilflytarar Mánadagin fekk Heðin Mortensen fyrsta eintakið, og faldarin er nú at fáa ymsastaðni kring landið Marjun Lómaklett, integrasjónsprestur, saman við Heðini Mortensen, ið fekk fyrsta eintakið (Mynd: torshavn. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Tá ið tú flytur í eitt nýtt land, kunnu nógvir spurningar, nógv ivamál og nógvar avbjóðingar av ymsum slagi stinga seg upp. Soleiðis byrjar nýggi faldarin, sum Fólkakirkjan hevur gjørt til tilflytarar, sum eru búsettir í Føroyum. Faldarin vísir í stuttum, hvat tilflytararnir kunnu brúka prestin til. Marjun Lómaklett tók 1. februar við sum fyrsti integrasjónsprestur í Føroyum. Hon var í fleiri ár sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Mánadagin var hon á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, har borgarstjórin fekk fyrsta eintakið av faldaranum, sum longu er at fáa í Snarskivuni á Vaglinum. Marjun hevur havt eitt gott samstarv við Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur, síðani hon varð sett í starv 1. februar. Presturin hevur eitt nú vitjað Kvøldskúlan, har tilflytararnir læra seg føroyskt, skrivar torshavn. fo-Aðalmálið er at vera teimum, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga, so tey kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur Fólkakirkjan um nýggja faldaran Integrasjónspresturin heldur til beint við Havnará, har skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Í faldaranum ber til at kunna seg nærri um virksemið hjá Marjuni Lómaklett. Lómaklett hevur í vikuni eisini verið á gátt hjá Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík: Mynd: klaksvik. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 24 Leygardagur 17. juli 2021 Leivur Frederiksen settur sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya Leivur Frederiksen (Mentamálaráðið) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Leiv Frederiksen í starvið sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla. Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya. Leivur hevur virkað sum lærari í Danmark á Oure Idrætsefterskole, í Argja skúla og í Sankta Frans skúla í Havn. Leivur Frederiksen hevur harumframt drúgvar leiðsluroyndir í sambandi við starvið sum journalistur, redaktørur og samskipari á tíðinda- og ítróttaøkinum í Kringvarpi Føroya tíðarskeiðið 2008-2019. Leivur tekur við starvinum sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tann 1. august 2021. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 25 Leygardagur 17. juli 2021 Vilja vita um framleiðslu av stórum smolti Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt (best practice). Talan er um eina 1 ára verkætlan saman við CtrlAQUA, sum norska Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering fíggjar. Verkætlanin umfatar eitt sonevnt litteraturstudie um evnið, og eitt samstarv við alifeløg í Norra, Kanada, Kili, Skotlandi og í Føroyum, sum eisini lata vitan til endamálið. Hetta merkir, at ítøkiligar royndir frá vinnuni verða brúktar saman við granskaravitanini. Ein týdningarmikil táttur í verkætlanini er at eyðmerkja, hvør vitan manglar innan økið. Vitanin skal savnast og skipast, og síðani viðgjørd og greinað. Tilfarið verður gjørt alment tøkt, bæði til vinnuna og til undirvísingartilfar. Framleiðslan av laksi er broytt nógv seinnu árini. Tað er greitt, at um laksurin er styttri tíð á sjónum, so verður hann heldur ikki eins útsettur fyri lús og sjúkum har. Í Føroyum hava vit seinastu 10 árini gjørt góðar royndir við at halda fiskin á landi, til at hann er heili 20 mánaðir gamal, tá hann fer í sjógvin. Hetta hevur tó ikki eydnast eins væl í øðrum londum. Serfrøðingar eru ikki á einum máli um, hví so er, og tí er vónin, at verkætlanin kemur at siga meira um hetta. Úr Føroyum er tað Heidi S. Mortensen, granskari, sum umboðar Fiskaaling í verkætlanini, eins og alifeløgini Mowi og Bakkafrost luttaka. Sp/f Avrik luttekur eisini í verkætlanini, har Rúni Dam, stjóri, hevur savnað inn dátur og lyklatøl um aling í Føroyum í yvir 20 ár. CtrlAQUA er partur av Granskingarráðnum í Norra. Arbeiðssetningurin er at menna tøkniliga og lívfrøðiliga nýhugsan, sum eru laksaalingini til frama, bæði viðvíkjandi framleiðslu og burðardygd. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 26 Leygardagur 17. juli 2021 Summarfestivalurin avlýsir Almennu tilmælini og óvissa koronustøðan hevur fingið festivalleiðsluna til at avlýsa festivalin í ár SkrivaÐ: Tíðindaskriv Summarfestivalurin verður av ongum í ár. Koronusmittan og almennu tilmælini hava fingið festivalleiðsluna at avlýsa festivalin í ár. Festivalurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi mikudag: Landsins størsta tónleikatiltak skuldi haldast dagarnar 5. til 7 august, men tað verður av ongum. Hetta er annað árið á rað, at Summar Festivalurin verður avlýstur orsakað av koronufarsóttini. –Tað er framvegis rættiliga ógreitt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir fyrst í august mánaði, og óvissan ger, at vit nú velja at avlýsa Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summar Festivalin. –Vit hava seinastu tíðina arbeitt miðvíst við fyrireikingunum til ársins festival, men nú velja vit at traðka á bremsuna. Summar Festivalurin er eitt risastórt tiltak, sum krevur sera nógv arbeiði frá nógvum fólki, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við fyrireikingunum, tá ið møguleiki er fyri, at festivalurin kann verða avlýstur, stutt áðrenn hann skal haldast. Óvissan og vágin eru heilt einfalt ov stór, sigur hann. –Vit hava glett okkum til halda Summmar Festivalin í ár, og vit harmast um, at tað er neyðugt at taka hesa avgerð, men vit kenna okkum ikki hava annað val, sigur Erik Biskopstø. Í næstum kemur kunning um endurrindan av atgongumerkjum. Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 27 Leygardagur 17. juli 2021 Hotel Føroyar bjóðar vælveru og grøna matskrá Hósdagin varð latið upp fyri nýggja vælverudeplinum–eisini matstovan á hotellinum er broytt SkrivaÐ: Hotel Føroyar, sum seinastu tíðina hevur verið fyri stórari um- og útbygging, lat hósdagin upp fyri nýggjum vælverudepli. Eisini er matstovan á hotellinum latin upp í nýggjari útgávu. Ress eitur nýggja vælveruøkið við sauna, damprúmi og viðgerðarrúmum til kropsmýking og andlitsviðgerðir. Ress er vælvera fyri øll–bæði hotellgestir og onnur–sum bara ynska at verða hjúklað um í best hugsandi umstøðum, verður sagt í tíðindaskrivi. -Í Ress leggja vit dent á vælveru. Vit fara at bjóða átta ymisk sløg av kropsmýkingum og fimm ymiskar andlitsviðgerðir. Harafturat hava vit eina infrareyða sauna og eitt rasul damprúm, sigur Súsanna í Stórustovu, leiðari í ress Grøn matstova við útsýni Ruts er nýggja navnið á matstovuni á Hotel Føroyum. Ruts er ein grøn matstova við tveimum samansettum matskráum við seks rættum, eini vegetarmatskrá og eini pescetarmatskrá, sum er við føroyskum fiski og skeljadjórum. -Nú, tá ið vit lata eitt nýtt vælveruøki upp á hotellinum, hildu vit, at ein grøn matstova var sera hóskandi til nýggja vælverutema’ ið. Tað verður eisini møguligt at tillaga vegetarmatskránna til veganarar, sigur Sveinur Fuglø, høvuðskokkur í ruts. Nýggj kafé í forhøllini Hotel Føroyar letur í veruleikanum tvær matstovur upp hósdagin. Umframt nýggju grønu matstovuna, letur eisini ein kafé við 50 sitiplássum upp í forhøllini. Kaféin eitur 1933–nevnd eftir árinum, tá Hotel Føroyar lat upp fyrstu ferð. Á matarlepanum hjá 1933 finst alt frá kræklingum til burgarar, verður sagt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 28 Leygardagur 17. juli 2021 Enn ein nýggj øl úr Vági Hesaferð ein IPA øl við navninum Johanna. Hon legst afturat Huldugentuni frá bryggjarínum Biskupskeldu, sum fór á marknaðin í mars SkrivaÐ: Sverri Egholm Nú kemur aftur ein nýggj øl á marknaðin frá Biskupkeldu, hesaferð ein IPA øl við navninum Johanna, sum fer í Rúsdrekkasølu Landsins í vikuni. Johanna er ein IPA øl við íblástri frá amerikonsku IPA-traditiónini við nógvari humlu. Johanna er 7,0% í styrki. Etikettuna hevur Anker Eli Petersen teknað. Johanna legst afturat NEIPA ølini Huldugentan, sum fór á hyllarnar í Rúsuni í mars mánað. Navnið Johana Navnið Johanna stavar sjálvsagt frá sluppini Johanna TG 326, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági síðani í 1894, tá Jákup Dahl keypti sluppina í Grimsby og hon fekk navnið Johanne, og var hetta fyrsta skip sum Dahl á Gørðunum í Vági átti. Johanna varð brúkt sum fiskiskip inntil í 1972, tá hon varð løgd. Í 1980 keypti ein áhugabólkur Johannu fyri 1 krónu, tók hana upp á turt og setti hana í sama stand, sum tá hon kom til landið í 1894. Mesta av arbeiðinum varð framt av sjálvbodnum vágbingum og verður sluppin Johanna enn í dag rikin av felagnum Johanna TG 326. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 29 Leygardagur 17. juli 2021 Faroese Wool Company vísir fram í skúlanum í Elduvík Skattakista: Týskari hevur sett framleiðslu í verk burtur úr føroyskari ull SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fyri tveimum árum síðani varð ætlanin“ We Love Faroese Wool” stungin út í kortið. Nú kann úrslitið síggjast í gamla skúlanum í Elduvík. Jakkar, taskur, hettutroyggjur, teppi og annað, gjørt úr reinari føroyskari ull. Francesco Mazuhn stendur fyri verkætlanini við stuðli frá bóndum úr Elduvík, Saksun, Kirkjubø, Hoyvík og Hvalvík. Góðar ullvørur, ætlaðar at halda. Vørurnar eru nevndar eftir bóndunum; sum ein heiðran av fólkinum og oyggjunum. Søgan handan hetta tiltaki er um týsku hjúnini Francesco og Anja Mazuhn, ið eru ávikavist mentanarfyriskipari og journalistur, sum fyri átta árum síðani sóu eina dokumentarsending í sjónvarpinum um Føroyar. Tey avgjørdu at vitja oyggjarnar beinanvegin. Tríggjar mánaðir seini høvdu tey keypt sær eini summarhús í Elduvík, og nú eru tey vorðin partur av bygradlívinum í Elduvík. Eitt, sum undraði tey var, at ullin, ið verður roytt á sumri, verður brend heldur enn virkað. Francesco valdi at gera nakað við hetta. Hann savnar ullina, sum hann fær frá vinum í Føroyum, virkar hana og hevur bygt upp eina framleiðslu burtur úr ullini. Vørumerkið hevur fingið heitið Skattakista. Vørurnar verða nú sýndar fram í gamla skúlanum í Elduvík, fyribils fram til endan av august–dagliga frá klokkan 11 til 17, sunnudagar frá kl. 14. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 30 Leygardagur 17. juli 2021 Hevur funnið fram angan til føroyingar Barbara Næss Gunnarsson er farin á Hópfígging at leita sær stuðul til Siba. Talan er um fyrsta føroyska luktilsið. Angin til kvinnuna er komin á marknaðin og ætlandi koma fleiri seinni SkrivaÐ: Tíðindaskriv Siba er navnið á fyrstu føroysku perfumuni. Stigtakarin, Barbara Næss Gunnarsson, hevur nú gjørt avtalu við handilin Margerita í SMS, har nýggja luktilsið kann roynast, áðrenn kundin ger av at keypa hana. -Eg havi leingi gingið við dreyminum um at gera ætlanina um eina føroyska parfumu til veruleika, og havi arbeitt við ætlanini í nøkur ár við síðuna av mínum vanliga starvi, sigur Barbara Næss Gunnarsson. Barbara Næss Gunnarsson Føroyska náttúran gevur íblástur til angan-Eg veit, at føroyingar brúka eins nógva parfumu og onnur. Eg haldi eisini, at tað er líka so náttúrligt, at okkara mongu angar úr føroysku náttúruni verða nýttir í føroyskt framleiddum parfumum, sum tær parfumur, sum verða framleiddar aðrastaðni í heiminum. -Eg havi brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, eg meti rigga væl til føroyskar kvinnur, samstundis sum at angin ikki skal vera ov sterkur, men kortini skal vara leingi. Mítt fyrireikingararbeiði vísir, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta hevði eg í huga, tá ið eg setti angan saman, sigur Barbara Næss Gunnarsson. Fleiri produkt ávegis Í fyrsta lagi er talan um eitt konufólkaluktilsi, men seinni er ætlanin eisini at framleiða eitt mannfólkaluktilsi. Tað arbeiðið er eisini langt síðan byrjað, men tað er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða tílíkar vørur. Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum angapinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt. Ætlanin er at ein fullfíggjað kollektión skal vera klár um eini fimm ár. -Av tí at tað er kostnaðarmikið at framleiða eina parfumu, havi eg sett meg í samband við Hópfígging fyri á tann hátt at leita stuðul til at gera hesa visjónina til veruleika, sigur Barbara Næss Gunnarsson at enda. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 31 Leygardagur 17. juli 2021 Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til hjálparátøk í Etiopia Peningurin fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia Flóttafólk úr etiopiska Tigray-landslutinum uttanfyri Um Rakuba-flóttafólkaleguna í Sudan (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Reyði Krossur Føroya hevur latið 500.000 krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Tigray-landslutinum í Etiopia. –Humanitera kreppan í Tigray-landslutinum í Etiopia er nógv versna í seinastu tíðina. Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp. Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi, og stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi. –Harumframt eru átøkini ímóti Covid-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum, og Tigray-landsluturin er harafturat í stórum vanda fyri náttúruvanlukkum, sum eitt nú skerpingi, flóð og ongsprettu-plágum. Peningurin, sum Reyði Krossur Føroya hevur latið, fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 32 Leygardagur 17. juli 2021 Donsk skipasmiðja fingið fýra ordrar innan ein mánað Danska skipasmiðjan Karstensens Skibsværft hevur úr at gera í hesum døgum SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Innan fyri seinasta mánaðin hevur danska skipasmiðan gjørt ikki færri enn fýra sáttmálar um nýggj skip. Talan er um uppsjóvarskip til Norra, Svøríki og Skotlandi. Størsta skipið verður tað, sum skal byggjast til Skotlands. Her er talan um eitt skip, sum er 77 metrar langt, og 15,60 metrar breitt. Skipið skal eftir æltan latast eigarunum í juni 2023. Hetta skipið fær navnið Christina S, og skal avloysa eitt eldri skip, við sama navnið. Skipini, sum skulu byggjast til Norra eru Gollenes og Sille Marie, sum eru ávíkavist 65,9 og 69,9 metrar long, og 14 og 14, 8 metrar breið. Gollenes skal latst eigarunum í mars 2023, meðan Sille Mare skal latast eigarunum juni sama ár. Svenskarar eru eisini farnir at endurnýggja seg, og hava eigararnir aftanfyri svenska uppsjóvarskipið Ginneton undirskrivað ein sáttmála uppá ein nýbygning, sum verður 63,9 metrar langur og 13,5 metrar breiður. Hesin nýbygningurin skal latast eigarunum í august í 2023. Allir fýra nýbygningarnir eru sniðgivnir av Karstensens Skibsværft, og hava samstørvini millum reiðaríðini og skipasmiðjuna verið sera góð. Karstensens Skibsværftt er førandi at byggja skip til uppsjóvarvinnuna, og er í løtuni í gongd við at byggja nýggju Ruth til Gullak Madsen, sum skal latast føroyinginum í komandi mánaða, umframt at skipasmiðjan eisini ger nýggja Christian í Grótinum til familjuna Rasmussen í Klaksvík. Christian í Grótinum skal latst eigarunum í januar 2022. Tilsamans eru 13 skip í ordra hjá Karstensens Skibsværft, sum skulu latast til Føroyar, Hetland, Skotland, Norra og Danmark. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 33 Leygardagur 17. juli 2021 Lutfalsliga fá smittað í EM-dystunum í Parken Danskir konsertfyrireikararnir undrast: Tað var júst sum at vera til festival á áskoðaraplássunum kring Parken (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Fótbóltsdystirnir, sum vórðu spældir í Parken í Keypmannahavn í sambandi við EM-kappingina í fótbólti, gjørdust ikki tann stóri superspjaðarin av koronasmittu, sum óttast varð fyri. Fýra dystir vórðu spældir við upp til 25.000 áskoðarum. Danmarks Radio hevur fingið endaligu tølini frá Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur gjørt upp“ úrslitið” av EM-dystunum. Bert fólk við galdandi koronapassi sluppu inn. Dysturin millum Danmark og Russland var tann“ ringasti” við 62 smittaðum. Bert 8 smittað vórðu til tann fyrsta dystin millum Danmark og Finnland, men tá sluppu væl færri áskoðarar inn. Søren Riis Paludan, professari í virologi á lærda háskúlanum í Aarhus er ikki ørkuymlaður av tølunum. Hann fer somikið langt, at við royndunum frá Parken, so hevði tað, sambært honum, ikki verið óðamannaverk at hildið Roskilde Festivalen síðst í juni. Ongin superspjaðari Viggo Andreasen, sum er matematiskur epidemiologur við lærda háskúlan í Roskilde er tó ikki eins bjartskygdur. Sambært honum, eru tølini frá Parken ikki høg, og tiltøkini kunnu tí ikki fáa spjaldrið at vera superspjaðari. -Men vit vita jú ikki, um talan er um hepni. Um vit øll fóru til fótbóltsdyst hvønn dag, so hevði endað galið, sigur Viggo Andreasen við Danmarks Radio. Endaligu tølini fyri EM-dystirnar eru hesi. Talan er um smittutilburðir, ið kunnu setast í samband við dystirnar: Viggo Andreasen heldur, at serlia Belgia- og Russlandsdystirnir góvu meira smittu, enn roknað kundi verið við sambært smittutrýstinum. Hagfrøðiliga skuldi talið av smittaðum til dystirnar verið fimm til hesar báðar dystirnar. Tí eru tølini 41 og 62 høg, heldur hann. Sambært honum, so er hetta prógv um vandan fyri smittu, hóast krav um koronapass og hondspritt. Síðani dystirnar er talið av smittaðum í Danmark økt. Men hetta hevur onki við EM-dystirnar at gera, sigur Søren Riis Paludan. Tað er tað serliga smittandi delta-frábrigdið, sum er orsøkin. Festivalfyrireikarar ilskast Í Danmark eru festivalfyriskiparar ikki fegnir um, at tey ikki sleppa at halda síni tiltøk, meðan fótbóltsdystir kunnu halda fyri fleiri túsund áskoðarum. -Eg var sjálvur til EM-landsdyst, og eg kann vátta, at tað ikki vóru nógv, sum sótu niðri. Tað gera fólk ikki til slíkar dystir. Tey dansa, rópa og syngja. Tað er ikki sótur munur á slíkum dystum og festivalum, sigur Brian Nielsen, leiðari fyri festivalarnar Northside og Tinderbox, við Danmarks Radio. Ein annar konsertfyriskipari, Bent Frandsen, formaður fyri Rock under Broen sigur:-Eg var til fótbóltsdyst, og eg kundi ganga ímillum økini á leikvøllinum uttan trupulleikar. Tað var júst sum at vera til festival. Ongin sat niðri, øll stóðu uppi, kastaðu við øli, róptu og ýldu kanska meira, enn gjørt verður á einum festivali. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 34 Leygardagur 17. juli 2021 Grønland gevst við oljuleiting Nýggja landsstýrið í Grønlandi hevur gjørt av at gevast við leiting eftir olju og gassi. SkrivaÐ: Avgerðin er tikin fyrst og fremst fyri at verja grønlendsku náttúruna, fyri at liva upp til veðurlagskrøvini og til tess at verja aðrar vinnur so sum ferðavinnuna og fiskivinnuna. Hetta hendir um somu tíð sum landsstýrið ásannar, at grønlendska undirgrundin goymir stórt oljutilfeingi. Men oljuvinna fer at hava nógv fleiri vansar við sær enn fyrimunir, nú landið er partur av Arktis, sum ikki tolir olju- og gassvinnu staðfestir landsstýrið, eins og tað heldur, at íløgur í oljuleiting og framleiðslu fara bara at gera altjóða veðurlagskreppuna uppaftur størri. Framtíðin liggur ikki í oljuni men í varandi orku sigur landsstýrið. Avgerðin varð tikin á fundi í landsstýrinum 24. juni. Tvs. at verandi oljustrategiin verður steðgað. Landsstýriskvinnan í ráevnimálum, Naaja H. Nathanielsen sigur sambært heimasíðuni hjá grønlendska landsstýrinum, at tíðin er komin til, at eisini Grønland tekur slíkt stig. ” Som samfund skal man turde stoppe op og spørge sig selv om man er på vej i den rigtige retning. Naalakkersuisut har vurderet at de miljømæssige konsekvenser ved olieefterforskning og olieudvinding er for store. Og de ressourcer vi bruger på at holde liv i drømmen om et olieeventyr kan anvendes bedre i andre dele af vores erhvervsliv. At suspendere den nuværende oliestrategi er det rigtige valg. Det er en beslutning hvor klimahensyn, miljøhensyn og økonomisk fornuft går hånd i hånd. Vi har et stort medansvar for at passe på vores sårbare arktiske miljø. Departementet for råstoffer vil fremover fokusere på mineraler og fortsætte med at fremskaffe viden om vores undergrund”, sigur landsstýriskvinnan sambært heimasíðuni hjá Naalakkersuisut. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 35 Leygardagur 17. juli 2021 Ammoniak framtíðar brennievnið innan skipaferðsluna Norski bankin DNB og kapitalumsitarin KLP peika nú á ammoniak sum best egnaða og møguliga framtíðar orkubrennið fyri skipaferðsluna í framtíðini. Viking Energy, sum Equinor í løtuni riggar til at brúka ammoniak sum brennievni heldur enn olju. Tað verður klárt at taka í brúk í 2024 sum tað fyrsta av sínum slag í heiminum SkrivaÐ: Tað skrivar e24. no. Víst verður til eina nýggja frágreiðing, sum tær báðar norsku fyritøkurnar hava gjørt, nú tað verður roynt at finna ein avloysara til tungoljuna og aðra olju, sum flestu skip í dag brúka. Í frágreiðingini verður víst á, at tað fer at løna seg at gera íløgur í ammonik sum nýggja brennievnið til skip, hóast eisini nógvir aðrir møguleikar verða kannaðir so sum LNG, vetni, el-battarí oa. Av tí at skipaferðslan í heiminum stendur fyri stórum parti av oljunýtsluni og harvið eisini CO2 útlátinum, er altumráðandi at finna rætta framtíðar brennievnið, ið kann avloysa oljuna, nú grøna orkuskiftið stendur so frammaliga. Roknað verður við at umhvørviskrøvini til flutning og vinnu á høvunum fara at gerast strangari og strangari, og tí verður roynt frá nógvum ymsum síðum at finna røttu, bestu, bíligastu og minst dálkandi loysnina, sum eftir øllum at døma ikki er lætt, og tí eisini krevur stórar íløgur í gransking og nýggja tøkni. Í frágreiðingini stendur eisini at lesa, at LNG, tvs. flótandi nátúrgass kann gerast ein týðandi partur av orkuskiftinum í eini broytingartíð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ammoniak verður tikið fram sum eitt av mest týðandi framtíðar brennievnum til skip, nú vinnan skal minka um útlátið fyri at røkka veðurlagsmálinum hjá IMO, sum er altjóða sjóvinnufelagsskapurin. Í løtuni verður eitt norskt veitingarskip gjørt um til at kunna sigla við ammoniak brennievni longu í 2024. Tað er orkufelagið Equinor, sum stendur aftanfyri ætlanina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 Síðani nýggjár er marknaðarvirðið á norska oljugrunninum vaksið við 1.000 milliardum krónum til 12.000 milliardir, sum er met SkrivaÐ: Hetta hendir eftir stóran vøkstur á altjóða børsum og samtíðis eina viknandi norskari krónu í mun til onnur gjaldoyru, veit E 24 at siga frá. Tað er nógva og vaksandi oljuvirksemið í Norðsjónum, sum hevur havt við sær ein stóran vøkstur í oljugrunninum eisini. Við byrjanina av 2013 vóru 3.800 milliardir norskar krónur. í grunninum, so her er talan um ein vøkstur uppá góðar 8000 milliardir seinastu átta árini. Hetta merkir eitt virði til hvønn norðmann uppá 2,4 milliónir krónur. Høga virðið á oljugrunninum kemur frá stórum sveiggjum á bæði partafelagsmarkaðninum, krónu-kursinum og á oblikatiónsmarknaðinum. Tað eru tey, sum ávara ímóti at taka støðuna í løtuni sum nakað givið, tí nógv kann broytast eftir stuttari tíð. Sveiggini á marknaðunum kunnu koma at raka oljugrunnin tann øvugta vegin eisini, og tí eiga norðmenn ikki at taka gleðina uppá forskot. Støðan er tó tann, at virðið á grunninum er 40 prosent hægri enn meðaltalið tey seinastu tíggju árini, so greinarar vísa á, at grunnurin hevur fingið nógv fyri einki orsakað av, at partabrævakursurin er vaksin so nógv í seinastuni. Hevði hann ikki verið so mikið høgur, tá hevði virðið á grunninum einsvæl kunnað verið t. d. 9.000 milliardir heldur enn tær 12.000, sum hann er í løtuni. Hvørt ár fær norski staturin loyvi til at taka góð 3 prosent av fænum til nýtslu. Tað eru tey, sum halda, at vónirnar til hetta avkast eiga at avmarkast, og samtíðis eigur eisini útgjaldið úr grunninum at lækka. Avkastið, sum hevur verið góð 3 prosent, tvs. tað, sum grunnurin hvørt ár rindar út til norska statin at seta á fíggjarlógina, eigur at minkast til 2 prosent. Ætlanin fyri 2021 er, at grunnurin skal rinda út til statin 400 milliardir norskar krónur ella 3,7 prosent av fænum hjá grunninum. Tað svarar til knappar 300 milliardir danskar krónur. Oljugrunnurin varð stovnaður fyrst í 90-árunum til tess at tryggja, at stóru inntøkurnar til norska statin frá vaksandi olju- og gassvirkseminum á landgrunninum komu til sættis at mest skilagóðan hátt, tvs. at peningurin varð settur í grunn til eisini at vera komandi ættarliðum til gagns. Og har einans ein lítil partur av yvirskotinum varð brúktur til at menna samfelagið. Grunnurin, sum er tann størsti av sínum slag í heiminum, hevur verið mettur at vera ein skilagóður máti at handfara oljupengarnar. Tað er Norges Bank, sum umsitur grunnin, ið fyrst og fremst ger iløgur í fastar ognir kring heimin. Í sambandi við møguligt framtíðar oljuvirksemi í Føroyum hevur frá byrjan eisini verið tosað um at stovna oljugrunn eftir tí norska modellinum. Tá Poul Michelsen var landsstýrismaður við oljumálum helt hann fyri, at vóru stór olju- og gassfund gjørd í Føroyum, so skuldi peningurin í ein oljugrunn og eisini vera við til at fíggja grøna orkuskiftið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 37 Leygardagur 17. juli 2021 Norðmenn: Ja til framtíðar oljuleiting Stórur meiriluti av norðmonnum vil halda fram at leita eftir olju og gassi 59 prosent av norðmonnum vilja halda fram við oljuleiting, meðan 23 prosent eru ímóti vísir kanning í Klassekampen SkrivaÐ: Ein kanning, sum norska blaðið Klassekampen hevur gjørt um støðutakanina hjá norska fólkinum til at halda fram við at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, vísir, at ein stórur meiriluti vil halda fram við oljuleitingini, heili 59 prosent. Spurningurin um framtíðar oljuleiting og útbyggingar fyllur nógv í valstríðnum í Norra í heyst, har flokkarnir á vinstravonginum royna at fáa valdið aftur, eftir at flokkar á miðjuni og til høgru hava mannað stjórnina í mong ár. Spurningurin um oljuna skilur tó flokkarnar vinstrumegin miðjuna. Arbeiðaraflokkurin gongur inn fyri oljuleiting og framhaldandi oljuvirksemi, meðan Sosialistaflokkurin og tey grønu eru ímóti. Tí verður mett, at tað verður torført at fáa sett saman eina reyðgrøna stjórn í Norra eftir komandi val. Og júst tí meta fleiri greinarar, at núverandi stjórnin við Høgraflokkinum og hansara vælumtókta forsætisráðharra hevur møguleikar at halda fram, hóast veljarakanningarnar geva vinstraflokkunum meiriluta. Útlit eru so ikki til, at tað verður nøkur broyting í oljupolitikkinum eftir komandi val. Tvs. at gongdin fer framhaldandi at vera tann, at oljuleiting og útbyggingar av olju- og gassfundum fara at halda fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 38 Leygardagur 17. juli 2021 Pávin útskrivaður 84 ára gamli Frans pávi, sum hevði verið innlagdur í Rom síðan 4. juli eftir at hava verið skurðviðgjørdur í tarminum, er nú farin av sjúkrahúsinum (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Frans pávi er nú útskrivaður av sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevur verið innlagdur síðan 4. juli. 84 ára gamli pávin varð innlagdur fyri at verða skurðviðgjørdur í tarminum. Skurðviðgerðin tók tríggjar tímar, og hon eydnaðist væl, men kortini skuldi hann verða verandi á sjúkrahúsinum til eygleiðingar og endurvenjing. Heilsan hjá pávanum verður sum heild mett at vera góð, hóast hann stríðist við onkrum smálutum, og hetta var fyrstu ferð, at Frans pávi var innlagdur, síðan hann gjørdist pávi í 2013, skrivar Ritzau. Sunnudagin sá pávin út til at vera við gott mót, tá hann leiddi sunnudagsbønina av svalanum á sjúkrahúsinum. Pávin stóð har í uml. tíggju minuttir, meðan fleiri hundrað fólk hugdu at. Í røðu sínari undirstirkaði hann m. a. týdningin av einum góðum heilsuverki, sum er atkomuligt fyri øll. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 39 Leygardagur 17. juli 2021 Lendi trygt aftur í New Mexico Richard Branson og rúmdarfarið lendi sunnudagin trygt aftur á Jørðini SkrivaÐ: Sverri Egholm Stutt fyri klokkan 17 sunnudagin lendi milliardingurin Richard Branson við fylgi aftur á flogvøllinum Spaceport America í New Mexico. Á túrinum, sum tók umleið ein tíma, varð flogið 80 kilometrar út í rúmdina við VSS“ Unity” hjá Virgin Galactico, sum Richard Branson eigur. Rúmdarfarið var borið upp av einum stórum flogfari, og tá komið var upp í 15 kilometra hædd, varð“ Unity” slept, og farið fleyg síðani sjálvt upp í 80 kilometra hædd, har tað sveimaði eina løtu, áðrenn kósin varð sett móti flogvøllinum aftur. Richard Branson umborð á Unity (Skíggjamynd) Hetta er fyrstu ferð at eitt ferðafólk er í rúmdini, og tað er hørð kapping um hetta. Amazon ríkmaðurin, Jeff Bezos, hevur eisini planlagt ein túr við sínum rúmdarfarið, New Shephard. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021 40 Leygardagur 17. juli 2021 Avlýsa vestanstevnuna Vestanstevnan, sum skuldi vera hetta vikuskiftið í Sandavági, er avlýst. Kappróðurin verður kortini Kappróðurin á vestanstevnu verður hóast sjálv stevnutiltøkini eru avlýst (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Vestanstevnan í Sandavági, sum skuldi vera um vikuskiftið verður av ongum. Eftir tilmæli frá helsumyndugleikunum verða vit tíverri noydd at avlýsa Vestanstevnuna í ár, skrivaði Sandavágs Ítróttafelag í fráboðan í mánakvøldið. Lagt verður afturat, at kappróðurin kortini verður. Kappróðurin á vestanstevnu verður triðseinasti róðurin í ár. Norðoyastevnan varð avlýst fyrr í summar, og tann róðurin skal avgreiðast vikuskfiti áðrenn ólavsøkuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 41 Leygardagur 17. juli 2021 Fólk kunnu hyggja–við tilmælum Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági í dag. Áskoðarar fáa atgongd til bryggjuna, men har verður ongin stórskíggi og tilmælini skulu fylgjast (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági í dag. Í samráð við koronuráðgevingina kunnu áskoðarar fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið við tí treyt, at tilmælini verða fylgd. Ongin stórskíggi verður á økinum, og ongin atgongumerkjasøla verður. Bara rógvarar og hjálparfólk hava atgongd til økið, har dráttarnir vera, og rógvarar kunnu fylgja við á stórskíggja á einum felagsøki. Vaktir syrgja fyri, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til økið. Hesar reglur eru galdandi: Fyrireikarar Tveir dráttir vera tøkir til bátarnar. Tað verður týðiliga merkt, hvar ymsu bátastøddirnar skulu flotast og takast upp. Bara kappróðrarfólk og teirra egnu hjálparfólk hava atgongd til økini við dráttirnar og felagsøkið, har stórskíggin verður. Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið, og at tey verða vaskað og sóttreinsað vit stuttum millumbilum. Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum. Fyriskiparar lýsa í góðari tíð á facebook vanganum, hvar stroymingin sæst. Rógvarar: Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær manningar, sum hava tørv á tí–her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum–kunnu hava í mesta lagi tvey hjálparfólk við til hvørja manning. Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum við dráttin beint eftir róðurin. Manningar og hjálparfólk, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu“ boblu” skulu halda tilmælini um ikki at koma í samband við rógvarar úr øðrum“ boblum”. Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir. Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar. Einki ábit verður til rógvarnar. Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær handað heiðursmerkini eftir róðurin. Áskoðarar: Áskoðarar verða bidnir um at halda seg frá økinum við dráttin, og har manningarnar halda til. Áskoðarar kunnu fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið. Mint verður á at halda tilmæltu frástøðuna og ikki at savnast í bólkum. Endamálið við at skipa fyri róðrinum á henda hátt er at verja róðrarfólkini fyri smittu. Kunningarskriv frá Róðrarsambandi Føroya Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 42 Leygardagur 17. juli 2021 Føroyaleikir endaðu í undanbrekku á fjallasúkkluni Uni Vitalis, sum hevur staðið seg væl í føroyskum og útlendskum undanbrekku kappingum vísti sínar dygdir og hevði dagsins skjótastu tíðir Tummas Óli E. Olsen, Uni Vitalis og Herfinn Thomassen (Mynd: Oskar Wilk/Sersambandið fyri súkkling og triathlon) SkrivaÐ: Fjallasúkklingin byrjaði Føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í Undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku. Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir og tíðirnar fyri bæði umfør vórðu síðani lagdar saman. Bæði vaksin og ung kappaðust. Hjá vaksnum var tøtt kapping millum tríggjar teir fremstu og bara 7 sekund vóru á muni aftaná tvey umfør. Uni Vitalis, sum hevur staðið seg væl í føroyskum og útlendskum undanbrekku kappingum vísti sínar dygdir og hevði dagsins skjótastu tíðir. Næstur honum var ikki óvæntað Tummas Óli Erlingsson Olsen, sum eisini er undanbrekku súkklari burturav. Dagsins yvirraskilsi var Herfinn Thomassen, sum í hølunum á Tummas Óla skundaði sær oman gjøgnum breytina á mál við triðskjótastu tíð. Onnur roynd hjá Herfinni var bara 0,3 s seinni enn hjá Tummas Óla. Tað var eisini tætt millum báðar unglingarnar, sum kappaðust. So at siga eingin munur og báðir vóru so kvikir, at teir í samlaðu kappingini eisini gjørdust nummar 4 og 5. Tað sæst aftur, at arbeitt verður við umstøðum til fjallasúkklingina og at ung halda sær framat og stuttleika sær á súkklunum. Ári Rúnason átti í dag munin, og var beint skjótari enn Páll Øssur Hoydal Rein. Stuttligt var at síggja hvussu teir kíta seg á súkkluni. Ári Rúnason og Páll Øssur Rein (Mynd: Oskar Wilk/Sersambandið fyri súkkling og triathlon) Breytin er ein serbygd fjallasúkklubreyt sum Fjallasúkklufelagið hevur tikið stig til og bygt og eftir ætlan skal gerast karmur um oyggjaleikir og fjallasúkkluítróttinum í Tórshavn. Tað verðu áhugavert at fylgja menningini í fjallasúkklingini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021 Ungi Emil Dahl Jakobsen legði seg á odda í kappingini yvir 18 hol leygardagin, og megnaði at halda leiðsluna sunnudagin. Hann brúkti 82 sløg báðar dagarnar og vann sostatt kappingina við 164 sløgum tilsamans. Emil hevur spælt nógv í Svøríki, har hann hevur búð, og seinasta árið hevur hann spælt golf á høgum støði í USA í samband við skúlagongd á college í Kansas. Nummar tvey gjørdist Líggjas Jógvansson við 176 sløgum meðan Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson báðir gjørdist numamr trý við 168 sløgum. Teir eldru spælararnir og spælarar, ið nýliga eru byrjaðir, spældu tvær ferðir níggju hol, og her gjørdist Julius Johannesen vinnari av Føroyaleikunum. Hann brúkti 99 sløg. Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 100 sløgum og nummart rý var Óli Jacobsen við 105 sløgum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021 44 Leygardagur 17. juli 2021 Borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum Sólja Hilduberg Djurhuus og Hallur Torsteinsson vunnu kappingarnar í einmansleiki SkrivaÐ: Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir Í einmansleiki hjá kvinnum vann Sólja Hilduberg Djurhuus. Nummar tvey bleiv Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen vann bronsuna. Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað Hallur Thorsteinsson, ið bleiv meistari á Føroyaleikunum. Nummar tvey bleiv Pætur Albinus og Peter H. Niclasen vann bronsu. Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Hallur Thorsteinsson og Pætur og Pætur Albinus gull. Eyðun F. Ellendersen og Peter H. Niclasen fingu silvur og Ári F. Jensen og Heri Lava Láadal bronsu. Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Marin Elisabet Poulsen og Sólja Hilduberg Djurhuus. Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu silvur Í ár varð tiltakið hildið á sumri sum partur av Føroyaleikunum–um 180 luttakarar, harav teir flestu vóru úr Føroyum, runnu og gingu í Suðuroynni SkrivaÐ: Leygardagin var skipað fyri árliga tiltakinum hjá Hvistuni–Kirvi Føroya Sunnasta hálvmarathon, og í ár vóru um 180 luttakarar. Flestu luttakararnir vóru úr Føroyum, men eisini vóru nakrir danir og ein fransmaður. Tiltakið hevur undanfarin ár verið runnið og gingið í september, men nú Føroyaleikirnir vóru fyriskipaðir í summar, var avtalað at 1/2 marathon tiltakið í Suðuroynni bleiv í summar. Luttakararnir møttu í ítróttarhøllini á Eiðinum í Vági, og eftir at hava skift og fingið nakað av kunning, koyrdi bussur til Porkeris har byrjað var við Minnisvarðan. Teinurin, ið er 21,1 kilometrar til longdar, var úr Porkeri til Vágs, síðani úr Vági til Lopra og út á Akrar, har tað bleiv vent og so lá leiðin aftur til Vágs, har málið var á Eiðinum. Veðrið var gott til renning, og í mun til undanfarin ár, var hesaferð heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý sum partur av Føroyaleikunum. Hávard Vatnhamar, sum skal umboða Føroyar til paraolymiskuleikirnar í Japan um stutta tíð, hevði valt at luttaka til tiltakið í Suðuroynni, og helt hann eftir tiltakið, at hann hevði fingið eina sera góða venjing av hesum túrinum. Kirvi Føroya Sunnasta 1/2 marathon verður aftur partur av Føroyaleikunum í 2022, ið verða frá hósdegnum 30. juni til og við sunnudagin 3. juli, og tá verður runnið og gingið leygardagin 3. juli 2022, boðar Hvistan frá í tíðindaskrivi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 47 Leygardagur 17. juli 2021 Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki í badminton Sunnudagin vórðu finalurnar í badminton avgreiddar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Sunnudagin blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki. Badmintonsambandið valdi at skipa kappingarnar í Føroyaleikunum við eini blandaðari liðkapping umframt kappingar í tveimum aldursbólkum–yngri og eldri enn 15 ár. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni. Liðkapping eftir teambuilding Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin. Tað sermerkta við hesi kapping var, at liðini blivu skipað hósdagin, har leikararnir komu at kenna hvønn annan við ymiskum teambuilding virksemi. Í aldursbólkum spenti hópurin víða frá 12 ára gamla Tóki Yngvason Guttesen til 60 ára gamla Michael Gram. 12 og 13 ára gamlir gullvinnarar Í finaluni í blandaðum tvímansleiki gjørdu 12 ára gamli Tóki (úr HBF) og 13 ára gamla Ranja (úr KBF) bart og vunnu gull í yngra aldursbólkinum, har tey tó fingu harða mótstøðu frá Julionnu í Heiðunum og Christiani Petersen, sum vunnu fyrsta av trimum settum. Eisini í kappingini í tvímansleiki U15 vann Tóki gull saman við Markus Bjarnason. Í einmansleiki hjá teim ungu drongjunum vann Christian Petersen úr HBF gull, meðan Sjúrður Elias Heinason Eysturoy vann silvur og Leiki Dal-Christiansen vann bronsu. Hjá kvinnunum yngri enn 15 vann Ranja Joensen (KBF) gull, meðan Julianna í Heiðunum vann silvur, og Birna Jacobsen vann bronsu. Hjá ungu kvinnunum vunnu Eira Ásbjørnsdóttir Petersen (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) gull í tvímansleiki. Ari Miné Jacobsen suverænur gullvinnari Hjá teimum vaksnu var Ari Miné Jacobsen (KBF) suverænur, har hann vann gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Árant á Mýruni (MBF). Hjá kvinnunum vann Miriam Í Grótinum (HBF) gull í einmansleiki og í blandaðum tvímansleiki saman við Rúna Øster (HBF). Í tvímansleiki hjá vaksnu kvinnunum vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF gull, meðan Sanna og Mia Thorkildshøj (HBF) vunnu silvur, og Ranja Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum vunnu bronsu. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen (HBF) vann silvur í einmansleiki, meðan Rúni Øster (HBF) vann bronsu. Í blandaðum tvímansleiki vunnu Jóhanna Osberg Højsted (KBF) og Jónas Vágsheyg (KBF) silvur, meðan Mia Thorkildshøj (HBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu. Hjá vaksnu monnunum vunnu Hákun og Rúni Øster úr HBF silvur, meðan Jónas (KBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu. Tað var Durita Nolsøe, marknaðarleiðari í SMS, sum handaði heiðursmerkini saman við Peter Christian Gram, aðalskrivara í BSF. –Í Badmintonsambandinum fegnast vit um góðu undirtøkuna fyri Føroyaleikunum 2021 og gleða okkum longu nú til at skipa fyri badmintonkapping aftur á Føroyaleikunum 2022 fyrsta vikuskifti í juli næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, formaður í BSF. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 48 Leygardagur 17. juli 2021 Føroyar tryggjaðu sær fyrsta plássið í bólkinum við sannførandi sigri á Niðurlondum Frálíkt føroyskt avrik í Skopje hósdagin-Føroyar vunnu við sjey málum á Niðurlondum við heilt góðum hondbólti Jana Mittún var í hopla. Hon var sterk í verjupartinum og skoraði tíggju mál SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað var so at siga ongantíð nakar ivi um, at Føroyar í kvøld fóru at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í W19 European Championship í Norðurmakedónia. Heldur varð tað ein spurningur, um hvussu stórur sigurin á Niðurlondum, ið frammanundan hevði vunnið allar sínar dystir, fór at verða. Føroyar høvdu tørv á einum sigri fyri at vinna bólkin og í minsta lagi einum javnleiki fyri at vera heilt vís í at koma í hálvfinaluna. Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, men so fóru føroysku kvinnurnar frá við ferð. Verjan hekk ógvuliga væl saman, við Vár Zachariassen í miðverjuni sum einum av teimum heilt eyðsýndu, og Rakul Wardum í málinum fór at taka frá, og hon stóð ein framúr dyst við einum bjargingarprosenti á næstan 50 samanlagt og nógvum stórbjargingum. Álopsspælið koyrdi so at siga sum smurt seinastu áleið tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist millum annað væl at spæla Brynhild Pálsdóttir fría á høgra vongi, og hon var ógvuliga trygg. Í fleiri førum var tað Jana Mittún, ið spældi hana fría, og júst Jana gjørdist meira og meira eyðsýnd, sum dysturin leið-millum annað við sínum gjøgnumbrotum og góðu skotum- og hon tók veruliga ábyrgd og gjørdist føroyskur toppskjútti og dagsins leikari. Brynhild og Jana skoraðu 17 mál samanlagt Føroyar kundu í roynd og veru verið á odda við fleiri enn níggju málum, tí tvey brotssppørk og ein fríleypari varð brendur móti endanum. Í 2. hálvleiki royndi Niðurlond at koma heilt langt niðan í nøkrum førum og at koyra við tveimum mansverjum, men hóast tað órógvaði í summum førum, so fekk føroyska liiðið hildið áleið sama munin allan vegin. Tað kom ikki tættari enn sjey mál, og tað má sigast at vera eitt ógvuliga flott úrslit. Niðurlendskur hondbóltur hava verið í heilt góðari menning í nógv ár-serliga á kvinnusíðuni- og kvinnurnar gjørdust heimsmeistarar í 2019. Talan var um eitt sterkt liðavrik við nógvum flottum avrikum, og tað er eingin ivi um, at Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard høvdu sett liðið væl upp, og at nógvar góðar loysnir eru funnar. Leygardagin er hálvfinala á skránni móti Póllandi, ið gjørdist nummar tvey úr hinum bólkinum-um tann dysturin eisini endar við sigri, so kann tað gerast heilt spennandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 49 Leygardagur 17. juli 2021 Knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina Føroysku U19-kvinnurnar vunnu 34-10 móti Bosnia Hersegovina mikudagin. Jana Mittún gjørdist toppskjútti við 12 málum SkrivaÐ: Sverri Egholm Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina mikudagin. Úrslitið gjørdist 34-10, eftir hálvleiksstøðuna 18-4. Javnleikurin móti Norðurmakedonia týsdagin merkir, at málúrtøka kann blíva avgerandi í bólkaspælinum, og tískil ráddi um hjá føroyska liðnum, at vinna so nógv sum gjørligt móti Bosnia Hersegovina, sum er eitt av veikaru liðunum í kappingini. Eftir eina heldur trilvandi byrjan setti føroyska liðið seg av álvara á dystin. Jana Mittún var berandi í álopspartinum og saman við vengrunum Brynhild Pálsdóttir og Rannvá Olsen, gjørdu tær nógv mál í fyrra hálvleiki. Serliga í seinna parti av fyrra hálvleiki stóð verjan sera stinn saman við málverjanum Rakul Wardum, sum heilt stongdi máli í meira enn 20 minuttir. Hálvleiksstøðan var 18-4 og snúði dysturin seg nú um, at halda høvdið kalt og fáa so nógv mál sum gjørligt. Hetta eydnaðist fyri tað mestaog øktu okkara um leiðsluna við 10 málum í seinna hálvleiki. Besti føroyski leikari í dystinum var kosin málverjin Rakul Wardum, sum stóð allan dystin og einans lat 10 mál inn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 50 Leygardagur 17. juli 2021 KÍ sligið út á heimavølli Tað endaði 2-4 eftir 120 minuttir, og harvið fer RFS víðari við samanløgdum 6-5 sigri. Hetta merkir, at KÍ fyri fyrstu ferð síðani 2017 ikki skal spæla meira enn eitt umfar í Evropa (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá KÍ megnaði ikki at halda fast í leiðsluni frá útivallardystinum. Tað eydnaðist ikki væl at verja fyri deyðbóltum í fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini, men javnvág fekst í, í yvirtíðini. Eins og fyrra málið hjá heimaliðnum kom tað eftir gott frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg: 2-3 og 5-5 samanlagt. Javnvágin helt sær í næstan ein tíma av leiktíð, men so skoraði RFS uppá enn ein deyðbólt. Í hesum førum var Tomislav Saric fríur við aftaru stong í samband við frísparksstøðu í vinstru, og so mengaði KÍ, ið annars hevði skapt nakrar góðar málmøguleikar í longdu leiktíðini, ikki at svara aftur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021 51 Leygardagur 17. juli 2021-Kennist sum eitt svart hol Hetta er tungt, tí vit halda, at vit spæla ein øðigliga góðan dyst og eru betri á summum økjum. Men vit megna ikki at verja fyri deyðbóltsstøðunum og skora, tá vit hava støðurnar. Soleiðis segði Mikkjal Thomassen millum annað, eftir at KÍ varð sligið út av 1. umfari-Sum heild var eg ónøgdir við dømingina. Hatta var snøgt ikki gott nokk til ein slíkan dyst, og hetta er vánaligasta avrikið, ið eg havi uppliva á hesum støðinum. Tá tað er sagt, so skal tað ongin umbering vera fyri, at vit ikki komu víðari: Tað er bara okkara ábyrgd-vit mangla at sláa ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Á tíðindafundinum eftir ósigurin hjá KÍ fyri RFS eftir longda leiktíð við Djúpumýru hóskvøldið, byrjaði høvuðsvenjarin Mikkjal Thomassen við at lýsa kensluna, nú KÍ er úti:-Hetta er sum at vera í einum svørtum holi. Tað er ógvuliga tungt beint nú, og serliga tí at vit føla, at vit burdu komið víðari. Tað er sjálvdan, at man kennir tað so eftir slíkar dystir-eg haldi ikki, at eg havi upplivað nakað líknandi kenslu eftir slíkar dystir. Tað kennist eisini tungt, at vit ikki megna at liva upp til tær vónir, ið vit hava sett til okkum sjálvar Løtan tá RFS skorar til 4-2 eftir enn eitt gott innlegg frá liðformanninum Zivkovic Eftir seinasta bríksl (Myndir: Sverri Egholm) 45-ára gamli venjarin hjá KÍ lýsir heildarmyndina og orsøkina til, at tað ikki koppaði til heimaliðið:-Vit føla, at spæla ein heilt øðiligan góðan dyst. Í opna spælinum eru vit betri, men vit megna ikki at lukka teirra deyðbóltsstøður, og tað er so einfalt sum tað. Vit royna ymiskar loysnir uppá at verja fyri, við millum annað at hava eina høga linju og at dekka menn heilt tætt. Eisini hava vit hugt eftir nógvum video av júst Saric (tann ið skoraði avgerandi málið. red), og hvussu hann rennir inn til aftaru stong við deyðbóltar, men vit fáa kortini ikki vart fyri tí. Og so mangla vit akkurat at sláa ígjøgnum, tá vit skulu í hinum brotsteignum-vit hava fleiri støður, ið eru líka við og næstan, og í slíkum dystum eru tað lítlir marginalar, ið gerast avgerandi 0-1 málið, har Mathias Rosenørn ikki kom væl út, og har KÍ-verjan ikki megnaði at halda sterka Jagodinskis (Mynd: Sverri Egholm) KÍ lat í dystinum eins nógv mál inn sum higartil í Betrideildini. Tað eru fýra mál í 15 dystum. Trý komu í samband við deyðbóltar á egnari hálvu-eitt hornaspark og eitt frísparksinnlegg úr hvør sínari síðu. Hitt kom eftir málspark, ið KÍ-verjan ikki megnaði at rudda burtur. Heimaliðið hevði nakrar vandamiklar støður í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini, men tað manglaði tað síðsta-í longdu leiktíðini spældi Kí seg til nakrar góðar málmøguleikar, men málverjin vardi millum annað fyri tríggjar ferðir. Vánaligt dómaraavrik Mikkjal Thomassen varð útvístur í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini-stutt eftir 2-4 málið. Tað varð venjarin hjá Kí fyri at hava gjørt vart við sína ónøgd við, at lettiska liðið drálaði. Revsingin var beinleiðis reytt kort, og hetta, og dømingina sum heild, fyrihelt Mikkjal Thomassen seg til eftir spurning frá FM 1:-Tað var púra óneyðugt at geva mær hatta reyða kortið. Teir drálaðu nógv, og eg haldi ikki, at eg brúkti meg meira og ógvusligari enn teirra venjari, ið ofta var ónøgdur við ymiskt. Sum heild var eg ónøgdur við dømingina. Hatta var snøgt ikki gott nokk til ein slíkan dyst, og hetta er vánaligasta avrikið, ið eg havi uppliva á hesum støðinum. Tá tað er sagt, so skal tað ongin umbering vera fyri, at vit ikki komu víðari: Tað er bara okkara ábyrgd. Tá vit spurdu hann um, hví eingin skifting varð gjørd á KÍ-liðnum fyrrenn í longdu leiktíðini, og hvørjar tankar venjaratoymi gjørdi sær so líðandi, so segði Mikkjal Thomassen, at teir settu tað liðið, ið teir føldu gav KÍ besta møguleikana t vinna dystin, og at sum dysturin lá í 2. hálvleiki, so varð mett at best var at bíða-serliga við leikarunum ið vóru allarmest álopssinnaðir. Hetta var millum annað tí, at venjarin merkti, at KÍ hevði gott tamarhald á støðuni, og at leikaranir á vøllinum gjørdu tað væl. Hann sló fast, at hann ikki angraði nakað hesum viðvíkjandi, men at tað kanska fór at broytast eitt sindur, tá man fór at hyggja í afturskin. Til seinast spurdi Portalurin, um venjarin metti, at KÍ hevði havt góðan møguleika at koma langt í kappingini, og evropeiska tapið hjá KÍ fór at geva meira blóð uppá tonnina til næsta ár, tí seinastu árini hevur KÍ staðið seg væl í evropeiskari kapping og hevur satsað nógv uppá tað:-Vit eru eitt ógvuliga motiverða lið, so vit hava helst ikki tørv á eyka motivatión, men tað er tað klárt, at vit seta evropesiku dystirnar ógvuliga høgt, og vit vilja ógvuliga gjarna standa okkum heilt væl. Tað gekk so ikki hesuferð, hóast vit fáa eitt gott úrlsti á útivølli og spæla væl í kvøld, men so mugu vit royna aftur næsta ár. Eg meti, at vit høvdu havt ein góðan møguleika í næsta umfari av hesri kappingini-tað hevði til dømis ikki verið nakað Young Boys, ið vit høvdu møtt. Men nú hava vit tørv á, at líka hava frí í nakrar dagar, fáa hetta uppá avstand, og so møta vit innaftur við einum jaligum sinnalagi. Hetta er fyrstu ferð, at UEFA Europa Conference League er. KÍ og NSÍ fóru út í fyrsta umfari við tapum á heimavølli, eftir at bæði høvdu fingið góð úrslit á útivølli. Hetta er fyrstu ferð síðani 2017, at KÍ ikki kemur víðari minst einaferð í Evropa. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021 52 Leygardagur 17. juli 2021 3-1 og runavíkingar lidnir í Evropa FC Honka úr Finnlandi var ikki ræðandi, men nógv effektivari enn NSÍ (Mynd: Bjarni Enghamar) SkrivaÐ: Nei, tað eydnaðist heldur ikki hesaferð NSÍ at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti. Dysturin á Svangaskarði hóskvøldið móti FC Honka úr Finnlandi endaði við 3-1 sigri til finnar. Ikki tí at finska liðið var so nógv betri enn tað føroyska, men gestirnir vóru nógv, nógv effektivari, fingu mál upp á sínar kjansir, at síggja til lættliga. Men teir høvdu ikki stórt fleiri enn teir tríggjar kjansirnar, sum teir skoraðu uppá. Heilt tíðliga í dystinum eydnaðist finnum at spæla seg ígjøgnum verjuna, og framherjin, Jean-Marie Dongou, ættaður úr Kameroun, kundi leggja finska liðið á odda. Eftir málið dovnaði dysturin eitt sindur. Runavíkingar royndu at draga ferðina úr dystinum, og tað høvdu finnar einki ímóti. Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki. Eitt lítið korter inn í annan hálvleik, gjørdist tað 2-0, og aftur var tað sami maðurin úr Kameroun, sum skoraði. Spældur leysur í brotsteiginum kundi hann sneiða seg rundan um Karstin Hansen í føroyska málinum og leggja bóltin í tómt mál. Bert fýra minuttir seinni varð dysturin dripin. Finnar fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, og brasilianarin á finska liðnum, Lucas Kaufmann, setti bóltin trygt í longra hornið. Nú fingu føroyingarnir meira spæl og fleiri kjansir. Men bert í tí eina førinum eydnaðist at skora. Klæmint Olsen fekk ein bólt fríur framman fyri málverjanum, men finski málverjin stórbjargaði. Men bólturin støkk út aftur til Klæmint, sum legði bóltin yvir til Jørgen Nielsen, ið júst var innkomin, og hann setti bóltin lættliga í netið. Runavíkingar fingu framleitt fleiri málmøguleikar móti endanum av dystinum, men inn vildi bólturin ikki. FC Honka hevur spælt seg víðari til annað umfar í Conference League. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021 55 Leygardagur 17. juli 2021 Hákun Edmundsson til B36 25 ára gamli toftamaðurin hevur gjørt áttmála við B36 restina av kappingárinum Hákun Edmundsson í ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Beint áðrenn flytingargluggin stongdi, skrivaðu B36 og Hákun Edmundsson undir sáttmála fyri restina av kappingarárinum. Hesum boðar B36 frá á heimasíðuni í kvøld. Seinnapartin í dag kom seinasta tilgongdin til hópin hjá B36 hetta kappingarárið, tá Hákun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við árstalfelagið í Havn. -25 ára gamli toftamaðurin hevur verið roknaður sum ein av heilt lovandi spælarunum her á landi, og hann hevur eisini roynt seg uttanlands. Skaðar argaðu tó eitt sindur, og tí var hann í fjør at síggja hjá ÍF her í Føroyum, skrivar B36. Sáttmálin er galdandi restina av kappingarárinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 56 Leygardagur 17. juli 2021 Bárður og Jóhann úr B36 til EB/Streym Sundalagsmenn styrkja seg við tveimum leikarum úr B36 Formaðurin í EB/Streymi, Fróði R. Petersen og Bárður Olsen (Ebstreymur. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við tveir leikarar, sum so ella so leita aftur á slóðina. Báðir hava higartil spælt við B36, men fara nú at spæla við EB/Streymi. Fyribils verður hetta restina av hesum kappingarárinum-at spæla við EB/Streymi. Hetta eru Bárður Olsen, sum eisini spældi við EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør og Jóhann Hansson Joensen. Hann er uppvaksin í Havn, men EB/Streymur metir seg eiga eitt sindur í honum, tí mamman er av Eiði og pápin frá Norðskála. Formaðurin í EB/Streymi, Fróði R. Petersen og Jóhann Hansson Joensen (Ebstreymur. fo) EB/Streymur liggur á sætta plássið í Betri deldini hjá monnum við 12 stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021 57 Leygardagur 17. juli 2021 Fimm nýggir spælarar til AB Talan er um fýra ungar danir og ein spanióla Fimm nýggir spælarar verða at síggja inni í Vika á Argjum, tá fótbóltskappingin verður tikin uppaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Flytingargluggin–tað er tíðarskeiðið, har tað ber til at flyta leikarar millum feløg í førlyskum fótbólti–lat aftur mánadagin. Og Argja Bóltfelag nýtti høvið til at gera avtalu við heili fimm nýggjar leikarar, sum koma at spæla fyri felagið tá kappingin í 1. deild verður tikin uppaftur. Fýra danskir leikarar koma til landið í komandi døgunum. Teir eru Mads Zaar, Ardit Murati, Adis Murati og Anders Nagel, skrivar AB á heimasíðuni. Mads Zaar er 19 ára gamal vongur, sum hevur spælt við U19/liðnum hjá Esbjerg til nú. Harafturat er hann eisini skrásettur fyri 15 dystir á danska U17-landsliðnum. Ardit Murati er 21 ára gamal áleypari, sum seinast hevur spælt við FC Sydvest, ið flutti niður úr triðbestu donsku deildini, 2. division, í fjórðbestu deildina, Danmarksseriuna. Yngri bróður Ardit Murati, Adis Murati, kemur eisini til felagið. Hann er eisini álopskendur leikari og hevur eins og Mads Zaar spælt við U19-liðnum hjá Esbjerg. Adis Murati er 19 ára gamal. Síðsti danski leikarin er 22 ára gamli málmaðurin, Anders Nagel, sum seinast hevur spælt við Viby IF í Danmarksseriuni. Hann skal kappast við Milos Budakovic um plássið í málinum í seinnu kappingarhálvu. Fimti leikarin er spanski Leo Mboumba, sum hevur spælt í lægri deildunum í Spania. Hann er miðvallari. AB sigur eisini farvæl til tríggjar leikarar, sum nú fara at spæla í øðrum feløgum. Leikararnir, ið eru farnir úr felagnum á hesum sinni, eru Pedro Luis Moreno González, Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen. Spanski málverjin, Pedro Moreno, er skiftur til Skála. Hann vardi málið hjá AB í níggju dystum. Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen hava valt at søkja aðrar leiðir og spæla nú við Undrið. Kappingin í fyrstu deild verður tikin uppaftur eftir summarstøðgin beint fyri ólavsøku. AB liggur í løtuni á fimta plássi við 19 stig fyri 13 dystir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021 58 Leygardagur 17. juli 2021 Italia evropameistari eftir brotssparkskapping á Wembley Ongland kom á odda beinanvegin, men næstan tríggjar tímar seinni misnýttu tríggir leikarar, harav tveir ógvuliga óroyndir í høpinum og harav tveir, ið júst vórðu innskiftir, úr ellivu metrum. Donnarumma bjargaði tvær ferðir, og Italia vann EM fyri aðru ferð Málskjúttin og Bonucci og brotsparkshetjan og besti leikarin í kappingini fegnast við steypinum saman við italsku áskoðarunum, ið av álvara vóru í undirtali á Wembley (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað byrjaði við einum braki hjá Onglandi, men endaði sum til øll endaspæl síðani 1966 við vónbroti. Sum tað eisini gjørdi í HM 1990, 1998 og 2006, og EM 1996, 2004 og 2012 var tað eftir brotssparkskapping. Í 2012 vóru tað italumenn, ið vóru stinnari úr ellivu metrum í fjóðringsfinaluni, og í kvøld syrgdi Gli Azzuri fyri, at fótbólturin ikki kom heim, men til Rom. Hetta var evropameistaraheitið nummar tvey hjá Italia. Gareth Southgate brendi tað brotssparkið, ið gjørdist avgerandi í EM-hálvfinaluni í heimavølli í 1996. Venjarin kennir harvið kensluna, og hann var eisini skjótur at troysta 19-ára gamla Bukayo Saka. Arsenal-leikarin spældi sín bert níggjunda A-landsdyst og er ikki kendur sum brotssparksskjútti. Southgate hevur eisini longu verið fyri einari rúgvu av atfinningum fyri valið at seta Saka sum fimta skjútta. Eisini snýr tað seg um valið at seta 21-ára gamla Jadon Sancho, ið heldur ikki er royndur sum leikari ella brotssparksskjútti, og sum hevur spælt lítið í endaspælinum, og sum saman við 23-ára gamla Marcus Rashford, ið er meira vanur at skjóta brotsspørk misnýtti møguleikan. Liverpool-liðformaðurin Jordan Henderson kom inn í vanligu leiktíðini. Hann er rímiliga vanur at royna seg úr ellivu metrum-brendi tó í HM í 2018-og varð skiftur út fyri Sancho. Eitt annað val hjá Gareth Southgate sá tó beinanvegin út til at vera púra rætt: At byrja við einari trýmansverju, at fáa Kieran Trippier inn á liðið aftur sum annan vongbakkin og at hava Shaw sum hin. Eftir italskt hornaspark, setti Ongland ferð á, og fekk nógv fólk fram. Harry Kane fekk fatur á bóltinum, sendi hann væl út til høgru, har Trippier við góðum innleggi fann Shaw við aftaru stong, og United-bakkurin fluktaði bóltin væl inn umvegis nærru stong, og so kókaði Wembley uppaftur meira enn frammanundan. Tað vóru tó italumenn, ið kundi enda við at stórfegnast. Ongland tyktist at hava gott tamarhald í fyrra hálvleiki, ið var tamur fyriuttan málið. Italia hevði lítið at bjóða uppá, men kom øðrvísi út til 2. hálvleik og fekk trýst heldur verjukenda Ongland meira aftur. Eftir innlegg úr vinstru fekk vælleikandi Harry Maguire júst ruddað burtur til horna. Hornasparkið kom væl inn úr vinstru, Jordan Pickford, ið hevði bjargað skotroynd frá lívliga Chiesa stutt frammanundan, fekk hondina væl á, men so var Bonucci til reiðar. Ein av verjukempanunum hjá Italia javnaði til 1-1, og so hendi í roynd og veru næstan einki nevnivert, fyrrenn komið var til brotssparkskappingina. Shaw gav Onglandi eina frálíka byrjan við frálíkum máli, og heimaliðið var á gullkós í yvir ein tíma Tað var til Bonucci javnaði í samband við hornaspark (Mynd: EPA) Landsliðsvenjarin hjá Onglandi fer eisini at fáa síni høgg fyri ikki at hava satsað meira. Phil Foden var ikki tøkur í kvøld vegna skaða, men fleiri spennandi álopskendir leikarar vóru á bonkinum, men komu seint inn. Italia var eitt sindur meira omaná, men so tyktist tað sum, at liðin ivóru til sættis við at fara í longda leiktíð. Í 2. hálvleiki har var eitt sindur av lívi í, og heimaliðið fekk lagt eitt lítið trýst. Leyvurnar byrjaðu eisini betri í brotssparkskappingini. Kane og Maguire skoraðu sera sannførandi, og Pickford bjargaði royndi hjá innskifta Belotti, sum var skjútti nummar tvey hjá Italia, ið skeyt fyrst. Marcus Rashford og Jadon Sancho komu inn í 120. minutti. Manchester United-leikararnir-Rashford er uppvaksin í felagnum, og Sancho skal byrja har í næstum-brendu báðir. Rashford tók sær ógvuliga góða tíð við at renna til bóltin, hann sendi Donnarumma skeivan vegin, men rakti stongina. Skotið hjá yngra og meira óroynda brotssparkskjúttanum var spakuligt og fór beint í føvningin á Donnarumma. Millum hesi megnaði Federico Bernardeschi, ein innskiftari, at skjóta bóltin beint framvið Pickford. Jorginho kundi, eins og í hálvfinaluni móti Spania avgera dystin, men Pickford hevði lisið hann. Lívlinja til Ongland, men Saka stóð ikki ímóti stóra trýstinum, ið varð lagt á ungu herðar hansara, og so endaði alt við, at ensk hjørtu vórðu knúst. Tríggir partar við ymsum kenslum-niðurlendski dómarin Björn Kuipers kundi vera vælnøgdur eftir eitt heilt gott avrik við floytuni, Bukayo Saka í knúsi eftir brotssparkið, ið Donnarumma bjargaði og sum harvið sendi italenarar í ovfarakæti Fangaðuri í stivlalandinum var øðiligur Og miðverjarnir-liðformaðurin og málskjúttin-lyftu steyp og annað gott á Wembley (Myndir: EPA) Donnarumma bjargaði aftur og er harvið tjóðarhetja. Tað eru allir teir italsku leikararnir nú, og ikki minst Mancini. 56-ára gamli venjarin tók við nakrar mánaðir eftir, at Italia ikki megnaði at spæla seg til HM-endaspælið í Russlandi, og hevur síðani september 2018 verið ósigraðir-í nú 34 dystum. Eitt frálíkt venjaravrik og avrik frá eindini, har málverjin, ið varð kosin til besta leikara í kappingini eftir dystarlok, er grundarsteinurin saman við liðformanninum Chiellini, miðverju samstarvsfelagnum Bonucci og Jorginho á verjukenda miðvøllinum. Nú skal Roberto Mancini royna at byggja uppá-Southgate, ið tók fulla ábyrgd fyri tapinum og sínum valum í viðtalu eftir ósigruin, og Ongland skulu royna aftur næsta vetur í Katar, tá HM verður. EM 2020 (2021) finala Wembley Stadium, London Ongland-Italia 3-4 eftir brotssparkskapping-1-1 eftir vanliga leiktíð 2'Luke Shaw (Kieran Trippier) 1-0 67'Leonardo Bonucci 1-1 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021 59 Leygardagur 17. juli 2021 UEFA-forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur EM-endaspælið í fótbólti hevur verið spælt í 11 ymiskum londum, og tað er órættvíst at summi lið hava verið noydd at ferðast longri enn onnur, heldur Aleksander Ceferin Aleksander Ceferin, forseti í UEFA heldur tað vera órættvíst, at summi lið skuldu ferðast longri enn onnur (Savnsmynd) SkrivaÐ: EM-endaspælið í fótbólti í ár varð spælt í 11 evropeiskum londum, og sambært Aleksander Ceferin, forseti í evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA), eigur mann ikki at skipa EM-endaspælið á hendan hátt í framtíðini. Tað er órættvíst at fjepparar og lið úr summum londum skulu ferðast longri enn onnur, sigur hann sambært Ritzau. Hálvfinalurnar vórðu spældar á Wembley í eingliska høvuðsstaðnum London, har finalan eisini verður spæld í annaðkvøld. Annars hevur endaspælið verið spælt í eitt nú Keypmannahavn og Baku. Liðið hjá Wales skuldi eitt nú flúgva tvær ferðir til Baku, eina ferð til Rom, og eina ferð til Amsterdam. Hetta gjørdi tað ringt hjá fjepparum at stuðla liðnum bæði orsakað av ferðaseðlaprísum og koronutiltøkum. Hinvegin fer Ongland at spæla seks av sjey dystum á Wembley. Næsta EM-endaspælið í fótbólti verður í Týsklandi í 2024. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021 60 Leygardagur 17. juli 2021 Føroyskir vektlyftarar góð úrslit í Spania 3. juli luttóku Anna Kristina Niclasen, Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen í International Cidade de La Coroña í Spania XXIV SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroysk vektlyfing er í støðugari menning, og í altjóða kapping í Spania fyrr í hesum mánaðinum stoytti ein føroysk kvinna fyri fyrstu ferð 100 kilo upp um høvd. Hetta var fyrsta ferðin, at føroyskir vektlyftarar kappast altjóða, og tað vóru Anna Kristina Niclasen, Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen, sum 3. juli luttóku í International Cidade de La Coroña í Spania XXIV. Kappast varð ímóti vektlyftarum úr Ungarn, Slovenia, Spania, Portugal, Danmark og Týsklandi, og hóast tað ikki bleiv til heiðursmerkir til føroysku vektlyftararnar, settu føroyingarnir bæði føroysk og persónlig met. Anna Kristina Niclasen knógvaði sum fyrsta føroyska kvinna 100 kiloum í stoyt. Í 71 kilo bólkinum lyfti hon 72, 76 og 80 kg í trekk, 92, 96 og 100 kg í stoyt og 180 kg íalt. Hon setti føroyskt met í trekk, stoyt og íalt og rakk einum flottum 5. plássi. Pól Hendrikur Andreasen setti føroyskt met í trekk við 87 kiloum og somuleiðis føroyskt met í tveykamp á 197 kg. Ein roynd á 114 kg, ið hevði verið føroystk met, eydnaðist nærum, tó dómararnir kolldømdu lyftið við atkvøðunum 1-2. Maibrit Reynheim Petersen setti persónlig met í sama vektbólki sum Anna Kristina, og við somuleiðis seks út av seks góðkendum lyftum trekti hon 63, 66 og 69 kilo og stoytti 80, 84 og 87 kilo, ið gav henni ein tveykamp á íalt 156 kg. Venjarin hjá føroysku lyftarunum, Frank Petersen, sum eisini er landsliðsvenjari hjá donsku kvinnunum, fegnast um góðu gongdina í føroyskari vektlyfting. –At føroysk kvinna lyftur 100 kilo upp um høvd, teknar gott, heldur venjarin fyri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021 |
Heimsins størsta smoltstøð framleiðir nú við fullari ferð SíÐa 11 765 børn í 1. flokk eftir summarfrítíðina-harav 40 í frískúla SíÐa 12 Drotningin óttaðist ongantíð korona á Føroyaferðini SíÐa 13 Rættur G! -stemningur í Syðrugøtu farna vikuskiftið SíÐa 34 Besta útgangsstøði nakrantíð SíÐa 46 1 Leygardagur 24. juli 2021 Góðan lesihug og góða ólavsøku Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Ólavsøkuheilsan Vælkomin á ólavsøku 2021! Eg havi ongantíð verið burturstaddur eina ólavsøku. Tað merkir, at í ár haldi eg ólavsøku nummar 65. Og tað gleðir meg akkurát líka nógv eisini at vera heima hesa ólavsøkuna. Stórir partar av ólavsøkuhaldinum er reinur mentanararvur. Skrúðgongan. Løgtingið kemur saman. Ólavsøkan sum keypsstevna og fólkslig veitsla. Tónleikur og list. Ítróttur. Felagsangur. Familja. Sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum er altíð serliga hugaligt at kunna bjóða øllum vælkomnum á ólavsøku, nú vit eftir besta førimuni hava gjørt høvuðsstaðin kláran at taka ímóti gestum úr øllum heraðshornum. Skráin er fjølbroytt, hóast avmarkingar. Roynt verður at hava okkurt til øll, so allir føroyingar og ólavsøkugestir annars kunnu fáa sum mest burturúr. Og roynt verður at endurnýggja og skapa nýtt. Allur býurin er við í ólavsøkuni. Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura. Hesaferð er meira enn nakrantíð gjørt burturúr at samskipa øll tiltøk so væl sum tilber, við atliti til galdandi tilráðingar frá heilsumyndugleikunum. Ólavsøkan er ársins familjuveitsla. Soleiðis er ólavsøkan og soleiðis eigur hon eisini at vera. Vit vísa atlit, men vit royna at halda eina so vanliga ólavsøku sum møguligt. Ólavsøkan er høgtíð og tjóðardagur okkara, men á mangan hátt øðrvísi og innihaldsríkari enn tjóðardagar í øðrum londum, tí hóast ólavsøkan er tjóðardagur føroyinga, so verður hon hildin í høvuðsstaðnum. Tí eru vit fegin um, at vit kunnu taka ta ábyrgd, at fyriskipa og halda veitsluhátíð føroyinga í høvuðsstaðnum. Kommunan er støðugt í eini rembingartíð. Býurin fjølgast og víðkast støðugt. Fólkatalið og virksemið veksur. Krøvini herðast og tilboðini økjast. Karmarnir víðkast. Tað gongur væl í høvuðsstaðnum og tað krevur støðugt nýggjan hugburð av okkum, sum eru vald at tæna býi og bygd, so Havnin er væl búgvin at taka avbjóðingarnar. Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta samanhaldið. Samstundis sum eg vil takka teimum mongu, sum hava gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri at hugna so væl um okkum hátíðardagarnar, so fari eg at bjóða øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku! Veri fagnað øll tit úr bý og av bygd og ikki minst tit uttan úr heimi, ið komin eru higar at halda landsins tjóðardag í vælprýdda høvuðsstaðnum, vit øll eru so góð við. Eg havi tað álit á okkum øllum, at vit duga at halda tjóðarhátíð við atliti til øll galdandi tilmæli, so vit verja okkum sjálvi og øll onnur. Tjóðarhátíðin er fyri allar føroyingar, tí eigur at vera pláss fyri okkum øllum. Vælkomin á ólavsøku. Heðin Mortensen borgarstjóri SkrivaÐ: Heðin Mortensen Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 4076 Lisnar síður: 25900 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 24. juli 2021 Pál Weihe: Haldið ólavsøku við máta Nú stórur partur av fólkinum er koppsettur er vandin ikki eins stórur, og hann var í fjør, men kortini eiga vit at vera varin, heldur Pál Weihe, sum m. a. mælir til, at vit royna at halda ólavsøkuna úti, og at halda góða frástøðu í stórum mannamúgvum–Mítt meginráð er: Royn at halda ólavsøkuna úti, í staðin fyri at fara inn í hølir, tá tú kemur oman í býin. Um tú ert í einari stórari mannamúgvu, royn so og hald eina góða frástøðu–tað ber til, tí at økið er stórt, sigur Pál Weihe, koronaráðgevi og professari í fólkaheilsu (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Vandin við at halda ólavsøku er ikki eins stórur, og hann var í fjør, áðrenn koronakoppsetingin gjørdist tøk, men hann er tó framvegis til staðar, sigur Pál Weihe, koronaráðgevi og professari í fólkaheilsu, nú ólavsøkan stendur fyri durum. Eins og í fjør eru nógv av stóru summartiltøkunum avlýst vegna koronu, men ólavsøkan er ikki eitt teirra, og tað hevur fingið fleiri at undrast. Mikudagin 21. juni, tá lesarar á Portalinum vórðu spurdir, hvat teir hildu um hetta, søgdu 57 prosent av teimum nærum 6.250 fólkunum, sum atkvøddu, at tey ikki hildu tað vera rætt at halda ólavsøku. 26 prosent svaraðu ja, meðan 18 prosent svaraðu“ ja, men uttan stórar mannamúgvur”. Men hóast ólavsøkan verður hildin, verður hon, eins og í fjør, ikki sum hon plagar. Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at fleiri stór tiltøk, sum annars hava verið ein fastur partur av ólavsøkuni–midnáttarsangur á Vaglinum, tiltak hjá Miðlahúsinum, og tivoli á Skálatrøð–ikki verða í ár. Og nú meira enn helvtin av føroyska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu, kann tað vera forsvarligt at halda ólavsøku, sigur Pál Weihe. –Tað sum ger, at tað kann vera forsvarligt at halda eina tillagaða ólavsøku er, at ein rættiliga stórur partur av fólkinum hevur tikið ímóti koppsetingini, og harvið eru tey vard móti koronu, sigur hann. Fylgið við í útvarpi og sjónvarpi Kortini eiga vit framvegis at vera varin, tí enn eru eisini nógv, sum ikki eru koppsett, og kunnu tey framvegis blíva illa sjúk við koronu, um tey verða smittaði. Eitt nú hava umleið 10 prosent av teimum gomlu enn ikki tikið ímóti tilboðnum um koppseting. –Um smittan fer runt í samfelagnum og rakar tey, so kunnu tey gerast illa fyri–um ólavsøkan elvir til stóra spjaðing, sigur Pál Weihe, sum tí mælir frá, at fólk savnast ov nógv saman. Í sambandi við konsertir og onnur líknandi tiltøk eiga fólk tí at royna at halda eina góða frástøðu. Í staðin fyri at fara oman á Vaglið, tá ólavsøkan verður sett, og tá tingið verður sett, eiga fólk heldur at fylgja við í útvarpinum og sjónvarpinum. Eisini eiga fólk at halda sær mest møguligt úti í staðin fyri at fara inn í høli, har nógv fólk eru tætt saman. Ætlar tú tær eitt nú inn á barr, tryggja tær so, at tað ikki er alt ov trongt harinni. –Mítt meginráð er: Royn at halda ólavsøkuna úti, í staðin fyri at fara inn í hølir, tá tú kemur oman í býin. Um tú ert í einari stórari mannamúgvu, royn so og hald eina góða frástøðu–tað ber til, tí at økið er stórt. Kann gerast ein superspjaðarahending Eftir ólavsøku í fjør byrjaði ein nýggj bylgja av koronu at gera um seg í Føroyum, og hóast meginparturin av føroyaska fólkinum er koppsettur, sigur Pál Weihe seg kortini stúra fyru, at tað sama kann henda aftur í ár. –Tann mongdin av fólki, sum er ókoppsett er stór nokk til at gera eina stóra spjaðing, sum kann fara út í alt samfelagið. Vit hava ikki nakað samfelagsverju enn, og hana fáa vit helst ikki fyrr enn í endanum av august. Í fjør varð eisini frámælt at fara oman á Vaglið at syngja midnáttarsang, men kortini møttu túsundatals fólk upp at syngja sum vant, og stúrir Pál Weihe fyri, at tað sama kann henda í ár. Hann mælir frá at gera tað. –Tá mannamúgvan til midnáttarsang er so stór, og mann syngur og andar harðliga út, kann tað gerast ein perfekt støða fyri smittuspjaðing, serliga um tað er eitt góðveðurskvøld við lítið av vindi, og sostatt kann tað gerast ein superspjaðarahending. Koppsett kunnu bera smittuna víðari Pál Weihe vísir eisini á, at hóast koppsettir persónar eru í lítlum vanda fyri at gerast sjúk við koronu, kunnu teir bera virusið víðari til síni kæru. –Vit hava nógv fólk, sum hava verið fult koppset, sum t. d. enn eru komin heim við flogfari og hava borið smittuna við sær, men í hvønn mun tey smitta onnur er helst ógvuliga litið, men eg tori ikki at siga tað, at tað so gott sum ongantíð kemur fyri, sigur Pál Weihe. Í sambandi við ólavsøku er eisini vanligt at skipa fyri veitslum og at hava opið hús, og tað kunnu fólk framvegis, heldur hann. Men hann mælir tó til, at fólk hava smærri veitslur heima hjá sær sjálvum í staðin fyri at fara út, har tær stóru veitslurnar verða hildnar. Áður hevur eisini verið mælt til, at fólk lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey fara til stór tiltøk sum t. d. veitslur, og hjá teimum, sum ikki eru koppsett er hetta enn eitt gott hugskot at gera, sigur Pál Weihe, men tey, ið eru liðugt koppsett nýtast tey ikki at lata seg kanna, heldur hann. Ráðini frá Pál Weihe í stuttum Savnist ikki ov nógv saman Roynið og haldið góða frástøðu, tá tit eru í stórum mannamúgvum Fylgið við setanini í sjónvarpi ella útvarpi heldur enn at fara oman á Vaglið Haldið tykkum mest møguligt úti Ætla tit tykkum inn onkunstaðni, tryggið tykkum at har ikki er ov trongt Skulu tit til eitt stórt tiltak er gott hugskot at lata tykkum kanna fyri koronu, um tit ikki eru koppsett Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 3 Leygardagur 24. juli 2021 Havnar Hornorkestur og kongshúsið í 100 ár Havnar Hornorkestur var stovnað í 1903, og er millum elstu skipaðu tónleikafelagsskapirnar í Føroyum SkrivaÐ: torshavn. fo Árið í ár er eitt serligt ár hjá Havnar Hornorkestri. Tí fyri 100 árum síðani í 1921 spældi Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni fyri teimum kongaligu. Tað var, tá ið Christian 10. kongur vitjaði í Føroyum. Ta ferðina stóðu tónleikararnir á Kongabrúnni og heiðraðu kongi og drotning við hornblástri, tá ið kongaskipið legði at í Havn. Síðani tá hevur Havnar Hornorkestur spælt til tær flestu kongaligu vitjanirnar, sum hava verið í Havn. Og aftur í gjár spældi Havnar Hornorkestur, tá ið Margretha drotning vitjaði í Havn. Orkestrið spældi bæði á Bursatanga og aftur á Trappuni. Havnar Hornorkestur var stovnað í 1903 og er millum elstu skipaðu tónleikafelagsskapirnar í Føroyum. Havnar Hornorkestur er býarorkestrið í Havn og er fyri tað mesta mannað við áhugaleikarum-í høvuðsheitum úr Havn, men tónleikarar koma eisini aðrastaðni úr landinum at spæla við Havnar Hornorkestri. Tónleikararnir spenna víða í aldri, og orkestrið hevur havt stóran týdning fyri at menna dugnaligar horntónleikararar í Føroyum. Vanliga manna millum 20 og 30 tónleikarar orkestrið, sum spælir til alskyns tiltøk alt árið, almenn sum privat, innandura sum uttandura, gaman og álvara. Havnar Hornorkestur spælir eisini til ólavsøkusetanina, orkestrið spælir jólasálmar í útvarpinum jólamorgun og skipar fyri stóra flaggdagshaldinum í Havn. Tað røkkur tí út til sera nógv fólk. Móttøkan á Trappuni í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm) Á bryggjuni (Mynd: Sverri Egholm) Á Ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 4 Leygardagur 24. juli 2021 Kappríðingin 100 ár á ólavsøku Á ólavsøku í ár eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin í Føroyum SkrivaÐ:-Á ólavsøku eru 100 ár liðin, síðan fyrsta kappríðingin var í Føroyum. Fyrsta kappríðing í Føroyum var nevniliga á ólavsøku í 1921. Í lýsing sum, var í Dimmalætting 20. juli 1921, stóð:–Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera við, kunna venda sær til ein av okkum undirteknaðu seinast týsdagin 26. Juli. Edvard Samuelsen, Gustav A. Reinert, Kjartan Mohr. 16 mans vóru við í kappríðingini, sum var uppi á Sundsvegnum, og vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni. Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti kappingin út á Velbastaðvegin. Samstundis var teinurin øktur frá 300 mtr. ið vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari ólavsøku, skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðuna. Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipa hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili. Nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagili var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðan tá. Sum sæst á myndini vóru heilt nógv fólk til kappríðing hesi árini, myndin er tikin í 1957 á Velbastaðvegnum. Tað er Vilhjálmur Patursson á hestinum Fúsa, ið eisini vann kappingina hetta árið. Føroya Ríðingarfelag var stovnað í 1943 og var endamálið millum annað at fyriskipað hesar kappríðingar. Felagið gjørdi í 1970 stásiliga nýggja ríðibreyt uppi í Marknagili, nú skuldi ikki longur ríðast á alfaravegi men á breyt ið var gjørd til endamálið. Fyrsta ólavsøkukappríðingin í Marknagil var í 1971 og hevur hon verið har hvørt ár síðani tá. Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag klokkan 15, og eru tað nógv sum hava tað sum fastan tátt, at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak. Kelda: rossfo. blogspot. com (Savnsmynd: Absalon Hansen) (Savnsmynd) (Savnsmynd) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 24. juli 2021 Almenningurin sleppur ikki í kirkju ólavsøkudag Heldur ikki í ár er møguleiki hjá almenninginum at fara í kirkju á ólavsøku. Gudstænastan verður skipað á sama hátt sum í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í samráð við tann læknafrøðiliga myndugleikan meta vit tað tryggari og skilabetri, at gudstænastan ólavsøkudag verður skipað á sama hátt sum í 2020. Sostatt verður talið av fólki í kirkjuni avmarkað, og almenningurin hevur einans atgongd til gudstænastuna umvegis Kringvarp Føroya. Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Inni í sjálvari kirkjuni vera tey, ið ganga skrúðgongu, eitt kór og tey, ið dagliga varða av Havnar kirkju, t. d. kirkjuráðið og tænararnir. Sagt verður, at samskift hevur eisini verið við formansskapin í løgtinginum um hesi viðurskifti. Maria Jørðdal Niclasen, sóknaroprestur, fer at prædika á ólavsøku. Maria Jørðdal Niclasen, prestur Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 7 Leygardagur 24. juli 2021 Ólavsøkuframsýning við 119 verkum Framsýningin hjá Listafelagnum hevur verið fastur táttur síðani 1948. Hansina Iversen stendur fyri ársins útgávu, ið er fjølbroytt. Opið verður á Listasavni Føroya ólavsøkuaftan klokkan 15-20 og ólavsøkudag 11-20, og "Grøn eru grá hús" heldur fram til 22. august 30 listafólk luttaka við listaverkum. Ongin umsøkjari er soldaður frá SkrivaÐ: Tíðindaskriv Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðani 1948 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur á ólavsøku. Felagið heitti í vár á Hansinu Iversen, listakvinnu, um at standa fyri framsýningini. Hansina tók á seg uppgávuna og hevur sett saman eina fjølbroytta framsýning. Hon nýtir eisini høvið at heiðra okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum hevði fylt hundrað í fjør, við úrvalsverkum og katalogi um listamannin. Hansina Iversen hevur biðið listafólkini Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Kunoy, Julie Sass og listaummælaran Kinnu Poulsen skriva hvør sín tekst um Ingálv av Reyni til katalogið, sum eisini inniheldur verklista og er lutaseðil til vinning, sum Listafelag Føroya lutar vinnaranum 22. august. Upplýsingar um tað verða at síggja á heimasíðu Listafelagsins: listafelag. fo Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen hava staðið fyri at hanga framsýningina upp. Málningurin Kompositión frá 2001 prýðir plakatina og katalogið, og málningurin verður at síggja á ólavsøkuframsýningini í ár. Svanna Højgaard Joensen hevur sniðgivið plakat og katalog. Hansina Iversen greiðir frá málninginum Kompositión:-Tá filmurin "Ingálvur-Ferðin inn í tað ókenda" varð vístur í Havnar Bio fyrr í ár, festi hesin stóri ljósi, ekspressivi málningurin seg í tilvitskuna, og eg fór beinanvegin at spyrja meg fyri um málningin, tí eg mátti síggja hann í veruleikanum. Og málningurin skuldi vera høvuðsverkið á ársins ólavsøkuframsýning. Tað gekk skjótt og væl at finna fram til málningin, sum Eyðun av Reyni eigur. Eyðun var so beinasamur at læna mær málningin til framsýningina "Heitið á framsýningini" Grøn eru grá hús "er setningur tikin úr teksti hjá Karsteni Hoydal. Ingálvur av Reyni bað hann skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv, og Ingálvur hevði funnið fram til sítt abstrakta, ekspressiva myndamál. Ingálvur av Reyni vónaði, at teksturin hjá Karsteni Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið teir fóru at síggja á framsýningini. Ólavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag er opið frá kl. 11 til 20. Framsýningin heldur fram til 22. august. Á framsýningini eru 6 verk eftir Ingálv av Reyni. Listasavnið hevur lænt okkum 3 av teimum. Hini eru lænt frá Julionnu Klett, Maluni Marnersdóttir og Eyðuni av Reyni. Opið var fyri øll at senda verk inn til ólavsøkuframsýningina, og kurator hevur valt burturúr rúgvuni, og tað blivu til 119 verk tilsamans. Ongin umsøkjari er soldaður frá. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 8 Leygardagur 24. juli 2021 Pride rullandi í bíbliubeltinum Ístaðin fyri at ganga oman havnar gøtur, verður ársins Faroe Pride skipað sum rekkjukoyring SkrivaÐ: Tíðindaskriv 27. juli kl. 17 rullar árins Faroe Pride avstað–bókstaviliga! Faroe Pride, sum vit kenna hana, bleiv avlýst vegna koronu, men tað nýtist ikki at merkja, at slett ongin Pride skal vera í ár. Tí var funnið uppá ráð og ístaðin fyri at ganga oman havnar gøtur, verður ársins Faroe Pride skipa sum ein rekkjukoyring. Nú undirsjóvartunnilin ger tað lætt og ómakaleyst at fara leiðina til Skálafjørðin, fer Faroe Pride fyri fyrstu fer úr Havnini og inn á Skálafjørðin. Sostatt gerst Pride’ in, sum ikki skuldi vera, nú til størsta Faroe Pride nakrantíð. Hetta er samstundis frálíkt høvi at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá LGBT Føroyar. Pride rekkjukoyring Ársins Faroe Pride verður skipað við íblástri frá jólarekkjukoyringini, sum hevur verið vestri í vágum seinastu mongu árini. Eins og við tí rekkjukoyringini, verður lagt upp til, at fólk prýða bilarnar í besta Pride-stíli. Tað kann vera alt frá fløggum og ballónum til litføgur klistur og blómur. Tað er bara hugflogið, ið setir mørk! Bilarnir hittast á Hjalla kl. 16.30 har seinasta hond verður løgd á at prýða bilarnar. Síðan verður rekkjan skipa sum vanligt, har eitt nú ungmannafeløgini koyra fremst og síðan restin av bilunum. Koyrt verður av Hjalla kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug. Ein sendari verður við í rekkjukoyringini, so allir bilarnir og tey sum búgva í grannalagnum, har bilarnir koyra, kunnu lurta eftir rásini og hoyra góðan tónleik, prát og fylgja við, hvat annars hendir á túrinum. Kunna verður um, hvør kanal sent verður frá, á sjálva degnum. Tey, sum ikki koma við at koyra, eru meira enn vælkomin at standa framvið vegnum og vinka, tá Pride-rekkjukoyringin koyrir framvið, og soleiðis gera tað enn meiri hugaligt at koyra við í Faroe Pride-rekkjukoyringini. Flottasti bilur Ongin rekkjukoyring uttan at hátíðarhalda flottasta bil. Tískil verður vinningur latin til flottast prýdda bil. So tað er at lata hugflogið flúgva og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt. Pride, filmssýningar og After Party Fólk í Havn kunnu longu byrja Pride’ ina kl. 16, tá Faroe Islands International Minority Film Festival hevur eina Pride stuttfilmasýning í Perluni. Eftir sýningina er klárt at stilla seg at vinka til rekkjukoyringina. Dagurin endar við afterparty uttan fyri Sirkus har Joe and the Shitboys, Marius DC og Jasmin fara at spæla. Tiltakið er ókeypis. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 9 Leygardagur 24. juli 2021 LGBT og minniluta filmsfestivalur sleppa ikki í Havnar Bio Havnar Bio hevur boðað frá, at tey ynskja at steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum filmsfestivalurin hevur í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Týsdagin kunngjørdi LGBT Føroyar at Faroe Pride, hóast avlýsingar vegna koronu, í ár verður skipað sum rekkjukoyring úr Havnini og inn í Skálafjørðin. Í tí sambandi varð eisini kunngjørt ein sýning í Havnar Bio 27. juli kl. 19, har heimildarfilmurin, "Wonder Boy", skuldi vísast í sambandi við ársins Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF). Afturat hesum filminum skuldi FIMFF hava fleiri sýningar í Havnar Bio, mánadagin 26. juli. Hetta verður tó av ongum, tí Havnar Bio boðaði mikudagin frá, at tey vilja steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum FIMFF hevur í ár. Hóast ymiskleikarnar hjá pørtunum eydnaðist tað í ár at fáa eitt samstarv í lag, men nú LGBT Føroyar lýsti við eini sýning í Havnar Bio, vil Havnar Bio ikki vera við meira, og tað harmast fyriskipararnir í Fimff sjalvandi um. Skipast av nýggjum Spennandi Grammy-nomineraða navnið, COBRAH, sum skuldi spæla sín harða hyper-pop til Gender Bender-veitsluna leygardagin 24. juli í Reinsarínum, hevur verið noydd til at avlýsa sína konsert vegna korona. FIMFF-kjarnan arbeiðir nú uppá at flyta tær fimm sýningarnar, sum skuldu vera í Havnar Bio yvir í Perluna, har aðrir minnilutafilmar verða sýndir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 11 Leygardagur 24. juli 2021 Heimsins størsta smoltstøð framleiðir nú við fullari ferð Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond kann framleiða 4.000 tons ella átta miljónir smolt á 500 gramm um árið (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Leivur Hansen Alifyritøkan Bakkafrost díkir á til tess at røkka máli sínum um at framleiða 20 miljónir smolt við eini miðalvekt upp á 500 gramm í 2022. Við nýggju smoltstøðini á Strond, sum nú er endaliga avhendað, hevur størsta alifyritøkan í Føroyum tikið eitt risafet fram ímóti hesum máli. Tað sigur Rúni Olsen, deildarleiðari fyri landaling á Bakkafrosti, við Blaðið Vikuskifti. Størsta í heiminum-Smoltstøðin, ið er tann størsta í heiminum, er eitt stórt íkast í royndum okkara at hækka støddina á smoltunum, staðfestir hann. Smoltstøðin á Strond framleiðir longu nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Støðin er bygd til at kunna framleiða 4.000 tons ella átta miljónir smolt á 500 gramm um árið. -Og við útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum eisini eru í gongd, verður møguligt hjá okkum um tvey ár at framleiða 20 miljónir smolt við eini miðalvekt á 500 gramm, fegnast Rúni Olsen um. Í fyrsta ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum hjá Bakkfrosti 382 gramm og verður væntandi 400 gramm fyri alt árið 2021. Samstundis væntar fyritøkan, at samlaða útsetingin av smolti í Føroyum í ár verður 14,5 miljónir smolt ímóti 14,3 miljónum í 2020, 12,7 miljónum í 2019 og 12,6 miljónum í 2018. Byggja eisini út í Skotlandi Bakkafrost ætlar somuleiðis at gera stórar íløgur í smoltstøðir í Skotlandi, har 11,0 miljónir smolt verða sett út í ár ímóti 10,4 miljónum í fjør, 12,4 miljónum í 2019 og 8,6 miljónum í 2018. Talan er um at byggja tríggjar stórar smoltstøðir í Skotlandi, og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hetta fer at bøta munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár, vænta tey á Bakkafrosti. Tann fyrsta av teimum trimum smoltstøðunum, Applecross, verður í løtuni víðkað og uppstigað munandi. Koronu-farsóttin ongin forðing Bakkafrost miðar eftir at taka 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum í ár og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt. Stóru íløgurnar, ið eisini eru gjørdar seinastu árini í liðugvøruvirkið á Glyvrum, hava gjørt tey før fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt- og hetta hevur verið ein stórur fyrimunur undir koronu-farsóttini, verður sagt av virkinum. Virkið hevur megnað at greitt økta eftirspurningin eftir liðugvørum, sum hevur verið undir koronu-farsóttini. Íløgur fyri 1,8 milliardir Bakkafrost ætlar at gera íløgur, herundir viðlíkahaldsíløgur, í Føroyum fyri 1,8 miljardir krónur næstu árini, so árliga framleiðslan hjá fyritøkuni í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Aftrat hesum ætlar Bakkafrost at gera íløgur fyri umleið 350-400 miljónir krónur í Skotlandi um árið næstu fimm árini. Smoltstøðin á Strond, sum er 29.000 rúmmetrar og 320 metrar long, hevur kostað útivið eina miljard krónur at byggja. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 Leygardagur 24. juli 2021 765 børn í 1. flokk eftir summarfrítíðina-harav 40 í frískúla Bert tveir næmingar eru skrivaðir inn í stásiliga nýggja skúlan við Streymin Skúlin við Streymin (Savnsmynd) SkrivaÐ: Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina, fara tey 725 at ganga í einum kommunalum fólkaskúla. 40 eru tilmeldað einum av teimum trimum frískúlunum í landinum. 17 børn eru meldað til fríðskúlan Kelduna í Skálafirði og Lítlaskúla í Havn, meðan undirtøkan er nakað minni í triðja frískúlanum, sum eitur Frískúlin í Tórshavn, men sum heldur til á Velbastað. Har byrja seks næmingar í 1. flokki í næsta mánaði. Tann skúlin, sum tekur flest næmingar inn í 1. flokk er nýggi og stásiligi kommunuskúlin í Havn, Skúlin á Fløtum. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur 74 børn í fyrsta flokk í ár, meðan Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar Skúli taka ávikavist 50, 48 og 47 næmingar inn. Spildurnýggjur og flottur skúli–bert 2 næmingar í 1. flokki Eitt tal, sum loypir í eyguni er, at stóri stásiligi skúlin hjá Sunda kommunu, Skúlin við Streymin bert hevur tvær innskrivingar til 1. flokk í ár. Í Sunda kommunu er tað so, at innskúlingin er býtt upp í tríggjar skúlar. Sostatt eru 3 børn skrivað inn í Hósvíkar skúla og 9 í Hvalvíkar skúla. Í Sunda kommunu er tað soleiðis, at allir næmingarnir verða savnaðir á Skúlanum við Streymin frá 4. flokki. Tá næmingarnir koma upp í framhaldsdeildina (8. flokk, -red.) koma næmingarnir í Eiðis kommunu eisini á Skúlan við Streymin. Tølini fyri innskrivingarnar eru hesi. Tølini vórðu uppgjørd 1. februar í ár: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 13 Leygardagur 24. juli 2021 Drotningin óttaðist ongantíð korona á Føroyaferðini-Hevði tað ikki verið hóskandi hjá mær at komi, høvdu avvarðandi myndugleikar sagt stopp (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ:-Eg gangi út frá, at myndugleikarnir her vita hvat teir gera, tá tað kemur til koronastøðuna. Eg havi ongantíð kent meg ótrygga hesum viðvíkjandi á míni ferð runt um í Føroyum. Soleiðis segði Margreta drotning, tá Portalurin spurdi hana, um hvussu hon hevur havt tað við vaksandi talinum av koronasmittuni undan ferðini til Føroya hesaferð. Drotningin helt tíðindafund í Tinganesi mánadagin undan fráferð til Danmarkar aftur eftir eina væleydnaða ferð í Føroyum. -Eg havi í langa tíð við spenningi sæð fram til hesa ferðina (fyrsta uttanlandsferðin hjá drottningini síðan koronafarsóttin byrjaði, -red.) , og tað hevur ikki verið upp á tal at avlýsa ella gera broytingar. -Eg havi havt álit á, at myndugleikarnir her hava vitað hvat tey gera. Og um tað var vandamikið hjá mær at koma, so høvdu tey óivað sagt stopp, segði drotningin. Tíðindafundurin við drotningini á hennara síðsta degi í Føroyum á hesum sinni varð hildin í vesturstovu uttast á Tinganesi. Annars plaga tíðindafundirnir at verða hildnir í meira“ heimligum” umstøðum fyri drotningina, umborð á kongaskipinum Dannebrog. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 14 Leygardagur 24. juli 2021 Ein merkir, at tað gongur betri í Føroyum Margreta drotning ætlar sær at vitja aftur í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ:-Tað er heilt týðuligt, at Føroyar eru eitt land í framdrift og eitt samfelag, sum koyrir í høgum snúningum. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at tað gongur so væl her og at bjartskygni ræður hóast koronu. Nakað soleiðis segði hennara hátign Margreta drotning á tíðindafundinum mánadagin, sum var endin á almennu skránni fyri vitjanina í Føroyum. Tað eru fimm ár síðani drotningin vitjaði her seinast, og hon helt seg kunna merkja, at bjartskygni í Føroyum er størri nú, enn tað var seinast, hon vitjaði. Upp á fyrispurningin um tað fara at ganga fimm ár til hon vitjar aftur, svaraði drotningin, at vónandi ger tað ikki tað. Tað er ikki ætlanin, at tað skal leggjast so fast í skema. Men hon hevur avgjørt vónir um at koma aftur, um lív og heilsa verður. Donsk tíðindafólk vildu vita, um hon ikki kundi hugsa sær at vitja aftur saman við børnum og ommubørnum. Jú, tað vildi hon fegin, men tað er ikki so lætt, at fáa ferðaætlanirnar hjá øllum at hóska saman, so drotningin ivaðist í, um tað letur seg gera. Upplivdi Føroyar“ yvir land” Tað er onki dulsmál, at drotningin ikki er so birg longur. Tað upplivdu tey, sum fylgdu henni, at beinini eru viknað, og at drotningin hevði tørv á at hvíla beinini við jøvnum millumbilum ella at hava okkurt at lena seg at. -Vitjanin í Føroyum hevur verið eitt deiligt upplivilsi. Eg havi møtt nógvum spennandi fólkum og vitja fleiri áhugaverd støð, summi, sum eg kendi frá undanfarnum vitjanum, men eisini støð, sum eg ikki visti um frammanundan. Sjálv helt drotningin, at tað var“ vanvittig ærgerligt”, at kongaskipið Dannabrog settist aftur. Harvið fekk hon ikki ta føstu basuna, sum hon plagar at hava á slíkum ferðum. Men hetta gjørdi bara Føroyaferðina so mikið øðrvísi. -Møguleikarnir at ferðast yvir land eru so nógvar ferðirnar betri nú, enn teir vórðu tá eg vitjaði her fyri fyrstu ferð sum 19 ára gomul. Men ja, eg eri mest von við at møga nýggjum støðum í Føroyum frá sjósíðuni. Soleiðis var tað ikki hesaferð, og tað var eitt áhugavert upplivilsi, segði drotningin. Myndir: Sverri Egholm Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 15 Leygardagur 24. juli 2021 Listasavnið fekk óvæntaða vitjan-Drotningin var ógvuliga áhugað í listini her og gekk gjøgnum alt savnið áðrenn hon fór víðari, fortelur stjórin á Listasavni Føroya Margreta drotning helt hóskvøldið røðu framman fyri einum av listaverkunum, sum kunnu upplivast á Listasavni Føroya (Mynd: Listasavn Føroya) SkrivaÐ: Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, fekk eina óvæntaða uppringing tá hon kom til arbeiðis á listasavninum í Gundadali mánamorgun. Um hon hevði møguleika at taka ímóti hennara hátign Margretu drotning eina løtu um middagsleitið. -Jú, sjálvandi høvdu tey stundir. Harvið fingu starvsfólkini á listasavninum og teir gestirnir, sum av tilvild vitjaðu savnið um middagsleitið eitt royalt upplivilsi. Tað var eftir egnum ynski, at drotningin vildi sleppa at uppliva føroyska list áðrenn leiðin gekk vestur í Vágar og aftur til Keypmannahavnar. Áhugað og vitandi-Tað var ein ógvuliga áhugað og vitandi drotning, vit fingu á vitjan. Hon hugdi fyrst eftir fasta savninum um føroyska list, vitjaði síðan serframsýningina“ Heimstaðurin” og at enda fór hon innum í“ Bládýpið” hjá Tróndi Patursson. -Hennara hátign tók sær veruliga tíð til at síggja alt, og spurdi ógvuliga áhugað og vitandi um tey einstøku listaverkini, greiðir Karina Lykke Grand frá. Tað er kent, at drotningin er serliga listaáhugað, og at hon eigur eisini nógva føroyska list–bæði slíkt, hon hevur fingið sum gáva á vitjanum, men eisini list, ið hon sjálv hevur ognað sær. Og tað hanga verk eftir føroyskum listafólkum bæði umborð á Dannebrog og á Amalienborg. -Vit royndu at vísa henni og greiða henni frá verkum, sum kanska kundu havt áhuga hjá drotningini. Eitt nú verkið hjá Astri Luihn, sum vit læntu út til Norðurlandahúsið í sambandi við galladøgurðan har á fyrsta kvøldinum á Føroyavitjanini. Tað er verkið, ið sæst aftanfyri á myndunum, ið vórðu tiknar í sambandi við, at drotningin helt sína røðu. -Eisini royndi eg at greiða frá serliga listini hjá Sigrun Gunnarsdóttir eftirsum hon hevði fingið eitt listaverk frá júst henni á vitjanini hesaferð, sigur Karina Lykke Grand. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 16 Leygardagur 24. juli 2021-Henda skipanin er óúthaldilig Virkandi borgarstjórin heitir á Landsverk um at sløkkja ljósreguleringina gjøgnum tunnlarnar norð um Fjall. Men Landsverk letur ikki við seg koma Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ:-Henda skipanin er ikki at halda út. Fólk, ið búgva norðan fyri fjall, skulu brúka nógvar ferðir meira tíð nú at koma aftur og fram til Klaksvíkar. Hetta ber ikki til. Soleiðis sigur Atli Justinussen, varaborgarstjóri og í løtuni virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Mánamorgunin setti hann seg í samband við stjóran í Landsverki um at sløkkja ferðsluljósini aftur, sum eru sett upp við tunnilsmunnarnar norð um Fjall. Men royndin miseydnaðist. -Eg varð ikki hoyrdur. Mín áheitan varð blankt víst aftur frá stjóranum, sigur Atli Justinussen vónbrotin. Bíða upp í 15 minuttir hvørja ferð Trupulleikin er í fyrstu atløgu, at tað er so leingi at bíða. Bíðitíðin eftir at fáa grønt ljós við tunnilsmunnan er upp í 15 minuttir. -Fyri okkum, sum koyra gjøgnum tunnlarnar 6 til 8 ferðir um dagin merkir tað, at vit koma at bíða í tímar við tunnilsmunnarnar. Sama við foreldrum, sum skulu koyra børn síni til frítíðartilboð í Klaksvík–tey missa hugin til at koyra ígjøgnum, tá bíðitíðin gerst so long, sigur virkandi borgarstjórin. Sjálvur heldur Atli Justinussen, at skipanin, sum var áðrenn virkaði nógv betur. Tann skipanin var bert galdandi fyri stóru bilarnar, so at fleiri stórir bilar ikki fóru ígjøgnum í senn. Nú verða bilarnir sendir ígjøgnum við fimtan minutta millumrúmi, og tað elvir til nýggjar trupulleikar og avbjóðingar. (Mynd: Landsverk) Trupulleiki fyri ferðslutrygdina eisini Atli Justinussen heldur eitt nú, at hetta er ein stórur trupulleiki fyri ferðslutrygdina. -Eg havi sjálvur upplivað ein bil, ið koyrdi framman fyri meg, seta ferðina upp tí hann far fremst í bíðirøðini, og drøna ígjøgnum tunnilin við nógv meira enn hundrað kilometra ferð, tí førarin var vitandi um, at ongin fór at koma ímóti honum. Um ferðin gjøgnum tunnilin hækkar, kann tað gerast ógvuliga vandamikið. -Vit vita, at grót javnan rapar undan loftinum. Við hægri ferð, er vandin fyri harmonikasamanstoyti harvið nógvar ferðir størri. Og hvat um eldur kemur í ein bil, hvussu sleppa fólkini út–ja, spurningarnir eru nógvir, sigur Atli Justinussen. Og so er tað eisini trupulleikin við vantandi telefonsambandi innast í tunnlinum, vísir hann á. Aðrir myndugleikar uppí? Atli Justinussen er ógvuliga harmur um, at vegamyndugleikin ikki vil lata við seg koma, tá hann sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu vísir á, at skipanin er óúthaldilig fyri tey, sum hava brúk fyri tunnlunum. -Tað kann vera, at hetta er gjørt fyri at ferðafólk og aðrir óroyndir bilførarar skulu kenna seg tryggari í trongu tunnlunum, men tað virkar bara ikki so. Og eg haldi eisini, at skipanin fyrst av øllum skal gerast so, at hon er brúkilig fyri fólkini, sum búgva norðan fyri Fjall og sum skulu brúka tunnlarnar hvønn dag og fleiri ferðir um dagin. -Soleiðis virkar tað ikki nú, sigur Atli Justinussen, sum nú grunar um, hvat víðari kann gerast um Landsverk ikki vil lurta eftir kommununi. -Ja, so mugu vit helst fara longur upp í politisku skipanina og royna at gera okkara ávirkan galdandi. Tað var hósdagin 15. juli, at ljósreguleringin varð sett upp við tunnilsmunnarnar á Borðoynni, men Landsverk upplýsti eisini longu tá, at skipanin ikki virkar fult sum ætlað enn. Heimasíðan skrivaði soleiðis:“ Ljósskipanin er sett soleiðis upp, at bilførarar koma at bíða í mesta lagið 15 minuttir. Um gott tríggjar vikur, verður ein meiri snildari skipan sett í verk, har følarir vera settur á vegin og ferðslan kann koyra enn betri. Landsverk heitir á bilførarar, um at vísa varsemi og yvirhalda ferðsluljósini, so ferðslan kann koyra væl ígjøgnum tunlarnar”. (Savnsmynd: Pól Sundskarð) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 17 Leygardagur 24. juli 2021 Virkandi borgarstjórin við áheitan til Strandferðsluna um at skipa samferðsluna betri Kunning um broytingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis, vísir Atli Justinussen á í lesarabrævi, sum serliga snýr seg um samferðsluna í Kalsoynna og Svínoynna Sam var til kassing í mai og í juni og tískil røkti Erla Kongsdóttir leiðina um Kalsoyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Tað burdi ikki verið neyðugt at fortalt fólki, hvørs dagliga yrki er í Suðuroynni, at skipini eru lívsæðrin hjá teimum sum búgva á útoyggj. Virkandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er ikki nøgdur. Atli Justinussen hevur í vikuni verið úti við rívuni eftir Landsverk, tí ferðsluviðurskiftini í tunnlunum Norður um Fjall als ikki eru nøktandi, serliga orsakað av bíðitíðini við ferðsluljósinum. Í lesarabrævi í dag kemur árnfirðingurin við atfinningum mótvegis Strandferðsluni við serligum atliti at samferðsluni í Kalsoynna og Svínoynna, sum seinastu tíðina hevur verið ávirkað av broytingum. Millum annað hevur Erla Kongsdóttir røkt siglinga í Kalsoynna fyri Sam, og hetta hevði við sær, at bilar so at siga ikki sluppu til oynna í eina tíð. Kunning um brotyingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis-bæði tá ið skip verða tikin úr sigling og tá ið smærri tillagingar eru. Hetta vísir Atli Justinussen á í dag. -Arbeiðið má verða meiri langsiktað. Tað kann ikki koma óvart á leiðsluna í SSL, hvørja ferð eitt skip skal til klassing. Tað eru heilt greiðar reglur um slíkt, so tað vita tit fleiri ár fram í tíðina. Ritan (Mynd: Pól Sundskarð) Maðurin, ið varð valdur inn við flest atkvøðum á fólkaflokslistanum í fjør, skrivar eisini, at tað kann ikki vera soleiðis, at fólk á útoyggj fáa trupulleikar, hvørjaferð onkur broyting er-kunningin kann ikki koma, so stutt frammanundan at broytingarnar verða settar í verk, sigur hann. Tið síðst í lesarabrævinum kemur Atli Justinussen. við áheitan á landsins mynduleikar um at koma við einari útmelding um, hvørjar framtíðarætlanir eru um ferðasambandið út til Svínoynna og Kalsoynna, tí bæði Ritan og Sam eru gomul skip, frá ávíkavist 1971 og 1975, og Og tey blíva bara dýrari at reka fyri hvønn túr. Atli Justinussen heldur als ikki at tað er nøktandi, at kunning kemur so seint um broytingar á leiðunum til útoyggjarnar (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021 18 Leygardagur 24. juli 2021 Atlantsflog gevst at flúgva til Edinburgh Alt Stórabretland nú vorðið reytt á koronakortinum SkrivaÐ: Atlantsflog hevur støðga flúgvingini millum Vágar og skotska høvuðsstaðin Edinburgh. Flogfelagið hevur boðað ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil frá, at felagið gevst við flúgvingini aftur, og at seinasti túrur varð gjørdur hósdagin. Orsøkin er koronastøðan. Farna vikuskiftið boðaði danska uttanríkisráðið frá, at alt Stórabretland nú er reytt, og tað merkir, at bert ferðafólk við viðurkenningarverdum endamáli kunnu ferðast, og tað verður eisini kravt av teimum, at tey fara í heimauppihald, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Flogferðirnar til Skotlands byrjaðu aftur fyrst í juli mánaði. Atlantsflog vónar, at koronastøðan er so mikið batnað til í heyst, at flogferðirnar kunnu takast uppaftur í oktober, sigur stjórin við útvarpið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 19 Leygardagur 24. juli 2021 Halda fram at kanna við markið 80 prosent av føroyingum skulu vera koppsett áðrenn tað ber til at gevast við kanningunum við markið, sigur Michael Boolsen, fúti. Koppsett smitta eisini, og tí skulu tey eisini kannast (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Fyribils verður hildið fram til 31. august at kanna øll, sum koma inn til landið. Fyri einum mánað síðani varð boðað frá, at kanningarnar við markið steðgaðu 1. august, men Farsóttarnevndin hevur í vikuni tikið avgerð um at leingja tíðarskeiðið við einum mánað, til 31. august. Orsøkin er millum annað at smittutalið nú er hægri enn tað var fyri einum mánað síðani. Átta til tíggju tilburðir um dagin, og umleið helvtin kemur frá útlandinum, segði Michael Boolsen, fúti, við útvarpið í hóskvøldið. Ein onnur orsøk er, at tað ikki gongur so skjótt við koppsetingini sum ætlað. -Vit høvdu vónað at klára floksimmunitet 1. august, men tað hava vit so ikki klárað enn. Vit vænta, at fleiri eru koppsett 31. august, men eisini at færri fólk ferðast tá enn í løtuni. Hann sigur, at í minsta lagi 80 prosent av fólkinum skulu vera koppsett áðrenn koronukanningarnar við markið steðga. Eisini fólk sum eru liðugt koppsett skulu kannast við markið. -Liðugt koppsett blíva smittað og smitta eisini víðari hóast tað er í minni mun, sigur Michael Boolsen, fúti við útvarpið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 20 Leygardagur 24. juli 2021 Hagstovan: Prísirnir í miðal øktir 3,1 prosent Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør Prísurin á klædnavørum og fótbúnaði er nærum óbroyttur seinasta árið (Savnsmynd: Hagstovan) SkrivaÐ: Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í ár vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent, skrivar Hagstovan. Yvirskipað er hetta talið sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum, og tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið. Í mun til árligu broytingina í umleið trý ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur. Seinasta árið eru prísirnir innan vøru- og tænastubólkarnar "Hotel og matveitarar" og "Útbúgving" minkaðir, meðan prísir á "Klædnavørur og fótbúnaðar" eru nærum óbroyttir. Í øðrum bólkum er talan tó um eina øking seinasta árið. Tað er prísir innan "Býli" og "Flutningur" sum eru øktir mest. Brúkaraprístalið fyri 2. ársfjórðing í ár er 124,6, sum er 1,1 prosent hægri enn brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár og 3,1 prosent hægri í mun til 2. ársfjórðing í 2020. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu uppgerðini ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum. Ein onnur høvuðsorsøk til samlaða prísvøksturin er lutfalsliga stórur vøkstur í prísi á bilum, sum í miðal eru øktir 12 prosent seinasta árið, skrivar Hagstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021 21 Leygardagur 24. juli 2021 Hagstovan: Útfluttu fyri 8,2 milliardir krónur seinasta árið Samlaði føroyski vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur tíðarskeiðið frá juni í 2020 til mai í 2021 samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið. Tað svarar til eina minking á 13 prosent, skrivar Hagstovan. Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum. Útflutningurin av fiskavørum minkaði eina milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12 prosent Laksaútflutningurin minkaði 349 mió. krónur, ella níggju prosent, hóast nøgdin var næstan tann sama, ella eitt prosent størri. Útflutningurin av toski er minkaður 25 prosent í virði og nøgdin er minkað 27 prosent. Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt, og er nøgdin minkað 73 prosent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 22 Leygardagur 24. juli 2021 Hetta dýrkar og seinkar okkum Sandoyartunnilin kann dýrka og verða seinkaður av forboðnum hjá Tórshavnar kommunu Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað kann dýrka og seinka Sandoyartunlinum nógv, um forboðið hjá Tórshavnar kommunu um, at lastbilar yvir 26 tons ikki skulu koyra á Velbastaðvegnum um náttina. Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum, sigur við útvarpið, at tað enn er ov tíðliga at siga, júst hvørjar avleiðingarnar vera, men talan er um stórar upphæddir. -Hendan verkætlanin kostar millum hálva og eina millión um samdøgrið, og nú fáa vit bara arbeitt helvtina ella ein triðing av tí tíðini, sigur Teitur Samuelsen. -Har koma nógvar leveransur um náttina. Eitt nú betong, asfalt og annað til vegagerðina, upplýsir hann. Stjórin í tunnilsfelagnum fær kortini ikki gjørt so nógv við hetta. -Vit boða eigarunum landsstýrinum frá hesum, og so mugu vit taka tað har frá. Vit hava ikki aðrar møguleikar. Sandoyartunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 23 Leygardagur 24. juli 2021 Vatnorkuverkið í Botni 100 ár 18. juli 1921 var hátíðardagur í Vági, sum á manna munni varð nevndur ljósfest SkrivaÐ: Tíðindaskriv 18. juli eru 100 ár síðani Føroya fyrsta vatnorkuverk, verkið í Botni í Vági varð innvígað og tikið í nýtslu. Við tí fekk Vágs bygd elorku til húsarhald og vinnulív, og hetta hevði ovurstórar broytingar og stóra framgongd við sær. Verkið í Botni er seinni útbygt og er framvegis virkið. Tað hevur verið virkið øll 100 árini. Ljósfest 18. juli 1921 var hátíðardagur í Vági, sum á manna munni varð nevndur ljósfest. Ætlanin var hátíðarhalda 100 ára dagin við ljósfest í Vági við forvitnisligum tiltøkum og áhugaverdum tiltøkum, sum Vágs Kommuna stóð á odda fyri, men vegna koronufarsóttina er ljósfestin fyribils útsett til í heyst. Gamla turbinuhøllin í Botni er í dag karmur um áhugavert savn, sum fólk fara at kunna vitja, tá koronutiltøkini loyva tí. Elverkið og spanska sjúka At ein alheimsfarsótt ávirkar verkið í Botni er sum so ikki nýtt. Í 1922, tá spanska sjúka herjaði, vóru eisini farsóttartiltøk sett í verk, og Botnur var sperraður. Hetta fyri at sjúkan ikki skuldi raka fólkið á verkinum og harvið ávirka elveitingina til Vágs bygd. Familjurnar, sum búðu í Botni, sluppu ikki til Vágs, og vágbingar sluppu ikki í Botn. Við vøru, sum skuldi í Botn var tað skipað soleiðis, at teir á Gørðunum bóru vøruna niðan um garðarnar, løgdu hana har, meðan fólk úr Botni gingu oman fyri vøruna, og tá ið menninir vóru farnir omanaftur til Vágs, fóru menn úr Botni eftir vøruni og bóru hana oman í Botn. Vegur var ikki til Botns tey fyrstu 40 árini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 24 Leygardagur 24. juli 2021 SEV: Nú er høgligari at løða sær bilin Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp og til reiðar at nýta á Skálatrøð í Havn, og har ber nú til at løða átta bilar samstundis–arbeitt verður eisini við at seta aðrar nýggjar løðistøðir upp kring landið (Mynd: SEV) SkrivaÐ: Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp á Skálatrøð í Havn. Onnur løðistøðin er ein 150 kW skjótløðistøð av slagnum Alpitronic Hypercharger, ið løðir tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC-skjótløðistøðir. Harafturat er ein nýggj AC-løðistøð sett upp, og tískil ber nú til at løða átta bilar samstundis á Skálatrøð–fimm við AC og tríggjar við DC. Tað skrivar SEV á heimasíðuni. Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki–ein møguleiki, sum ikki er á gomlu skjótløðistøðunum. –Talið á elbilum í Føroyum er økt nógv í seinastuni, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi. –Møguleikarnir hjá elbilaeigarum at løða bilin á ferð kring landið verða nú eisini munandi betri, tí arbeitt verður fram í móti at seta eina 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Skálafirði eisini. Gongur eftir ætlan, verður hon tøk seinni í ár. Harnæst koma 150 kW skjótløðistøðir og AC-løðarar ávikavist við Magn støðina í Gøtudali og við Effo støðina í Kollfjarðardali. Tó hevur ikki eydnast at fáa byggiloyvi í Kollfjarðardali, og tí er óvist, nær tann løðistøðin verður sett upp, skrivar SEV. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021 25 Leygardagur 24. juli 2021 Skúlin og eldrasambýlið í Leirvík fáa nú grøna upphitingarskipan Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. Sáttmálin varð undirskrivaður í vikuni, og hitaskipanin verðir eftir ætlan klár at taka í nýtslu í juni 2022. SkrivaÐ: Tíðindaskriv Skúlin og eldrasambýlið í Leirvík fáa nú eina grøna intelligenta upphitingarskipan. Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. Týsdagin varð sáttmálin um upphitingarskipanina undirskrivaður. Verkætlanin um grøna hitaskipan í Leirvik er úrslit av kapping, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri í 2020 vegna norðurlendska samstarvsráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen. Føroyar vóru tá partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum saman við Danmark og Grønlandi. Formansskapurin hevði við sær, at fígging bleiv sett av til eina serliga formansskapsverkætlan í hvørjum landi. Endamálið við føroysku verkætlanini er at finna mátar at gagnnýta vind- og vatnorku betur. Hetta so at fjarskotin øki, sum ikki hava atgongd til stóra streymkervið á evropeiska meginlandinum, kunnu nýta orkuna, tey sjálvi framleiða, so væl og burðardygt sum gjørligt. Fyritøkan Demich vann kappingina, og tey hava nýtt seinasta hálva árið at laga verkætlanina til ynskini og krøvini hjá nýggja býráðnum í Eysturkommunu. Rói Kallsø, forstjóri í Demich, saman við borgarstjóranum, Per Martin Gregersen Grøn orka-Intelligent elnýtsla Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra ¬ sambýlið í Leirvík, sum í løtuni hava oljufýr og brúka 70.000 litrar av olju um árið. SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina stýriskipan, ið skal tryggja, at hitaskipanin í so stóran mun sum gjørligt gagnnýtir grønu elorkuna, sum vindmyllur og vatnorka framleiða. Tá framleiðslan úr vindorku um stutta tíð fer at vaksa nógv, verða ofta tíðarskeið, har væl meiri grøn elorka verður framleidd, enn brúk er fyri. Hesa orku skal hitaskipanin í Leirvík í mest møguligan mun brúka. Stýriskipanin er sokallað“ smart-grid”. Hetta merkir, at skipanin syrgir fyri, at nógv elorka verður brúkt, tá ið yvirskot er av vind- og vatnorku, og at lítið av elorku verður brúkt, tá elframleiðslan er úr tungolju. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar elskipanini og upphitingarskipanini í Føroyum og í øðrum líknandi økjum. 20. juli skrivaðu Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Rói Kalsø, stjóri í Demich, undir sáttmálan. Væntandi verður hitaskipanin klár at taka í nýtslu í juni 2022. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 26 Leygardagur 24. juli 2021 Leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu settur Thordis Dahl Hansen verður sett sum leiðari frá 1. august–hon er útbúgvin lærari og skúlabókavørður, og fer hon at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin (Mynd: Sunda kommuna) SkrivaÐ: Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, hevur góðkent at Thordis Dahl Hansen, verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðuna. Á býráðsfundi 31. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at góðkenna setan av Thordis Dahl Hansen sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina. Thordis er útbúgvin lærari og skúlabókavørður. Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina er parttíðarstarv, og fer Thordis at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin. Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja at kvøldskúlatilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar, skrivar kommunan. Thordis verður formliga sett frá 1. august, men hon er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini. Ætlanin er, at skráin verður liðug um mánaðarskiftið august/september. Tá skráin er liðug verður hon løgd á heimasíðuna hjá kommununi, og faldari verður borin til øll húski í kommununi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 27 Leygardagur 24. juli 2021 Innflutningurin 8,3 milliardir seinasta árið Innflutningurin í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, sambært Hagstovuni (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Í tíðarskeiðnum juni 2020 til mai 2021 var føroyski innflutningurin 8,3 mia. krónur, sum er áleið tað sama sum undanfarna 12-mánaðarskeið, ella ein vøkstur á eitt prosent. Um hugt verður at innflutninginum uttan skip og flogfør, hava vit í áðurnevnda tíðarskeiðnum innflutt fyri góðar 370 mió. krónur meira samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan. Størsti vøksturin var í nýtslubólkinum "til beinleiðis nýtslu". Har er vøksturin 240 mió. krónur ella 14 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið. Innflutningurin av skipum og flogførum minkaði 447 milliónir krónur ella 66 prosent. Um skip og flogfør ikki verða tald við, var størsta minkingin í bólkinum "brennievni o. t.". Har var minkingin 8,6 prosent ella 94,3 milliónir krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 28 Leygardagur 24. juli 2021 Eivin skal koyra skúlabørnini Fyrrverandi borgarstjórin í Sørvági hevur gjørt avtalu við kommununa um at koyra skúlabørnini Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, hevur skrivað sáttmála við fyrrverandi borgarstjóra í kommununi um skúlabarnakoyring. Til høgru Sunrid Rasmussen, kommunuskrivari (Mynd: Sørvágs kommuna) SkrivaÐ: Sørvágs kommuna hevur gjørt sáttmála við Eivin H. Jacobsen um at koyra skúlabørnini í Bø og Gásadali til Sørvágs í skúla. Eivin kemur sostatt at avloysa Frank Davidsen, sum herfyri gavst við hesi uppgávuni, sum hann hevur røkt seinastu 13 árini. Nýggja avtalan millum Sørvágs kommunu og Eivin H. Jacobsen er galdandi í fimm ár. Koyringin umfatar eisini børnini sum ganga á Pallinum í Sørvágs skúla. Pallurin er ein serstova fyri børn við serligum avbjóðingum úr allari oynni. Eivin H. Jacobsen var borgarstjóri í Sørvági árini 2001 til og við 2004. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 29 Leygardagur 24. juli 2021 Sigurd fekk upprunakort frá borgarstjóranum Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg í 1985–øll rutan var“ prikkað” inn á eitt stórt kort, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, ið tá var ÍSF-forseti, hevur havt øll hesi 36 árini SkrivaÐ: Tíðindaskriv Heðin Mortensen, borgarstjóri, minnist, at hann sum forseti í ÍSF ein dagin í 1985 varð uppringdur av einum ungum“ drongi”, sum hevði eina ætlan, sum var so loynilig, at hann mátti fáa ein fund við hann undir fýra eygum. Teir báðir endaðu saman til ein drekkamunn á Hafnia. Har varð ætlanin avdúkað um at renna og svimja alla leiðina úr Akrabyrgi á Enniberg. ÍSF-forsetin var sera hugtikin, og nýggjur fundur varð avtalaður, har nøkur aftrat luttóku. Telda var eingin, men á hesum fundinum varð øll rutan“ prikkað” inn á eitt stórt kort, alt eftir góðum ráðum um sjóvarfall, frástøðu o. a. Ætlanin varð gjøgnumførd í august 1985, beint eftir ólavsøku. Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg. Sigurd er í dag stjóri á Landsverk. Tað heilt sjáldsama var, at uttan at Sigurd visti av, so hevur sjálvt kortið øll hesi 36 árini verið í varðveitslu hjá fyrrverandi ÍSF-forsetanum, sum nú gjørdi av at handa Sigurdi kortið. Sigurd var sera fegin um kortið. Í skemti gjørdi hann beinanvegin vart við, undir hugnaligum práti afturvið einum drekkamunni seinnapartin hósdagin, at svimjiruturnar á kortinum stórt sæð samsvaraðu við staðsetingarnar av dagsins undirsjóvartunlum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 30 Leygardagur 24. juli 2021 Rudda Føroyar setir sjóneykuna á dálking av sigarettstubbum Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru (Mynd: Visualhunt) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Felagsskapurin Rudda Føroyar hevur síðan 2017 samskipað altjóða ruddingardagin vegna Føroyar í september á hvørjum ári, og hesi árini hevur felagsskapurin savnað fólkið um at rudda heili 65 tons av burturkasti upp úr náttúruni. Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru. Kanningar vísa, at í heimshøpi verða 4,5 trilliónir sigarettstubbar tveittir í náttúruna-tað eru so stórar mongdir, at tað er ovast á listanum yvir teimum 10 ymisku sløgunum av burturkasti, sum verða mest tveitt í náttúruna. Eisini í Føroyum liggja sigarettstubbar í túsundavís í náttúruni og á vegunum. Hetta vil Rudda Føroyar broyta. Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru. Hetta verður gjørt við eini kunnandi lýsingaherferð og við at seta gjøgnumskygd stubbarør upp ymsastaðni í Havnini í summar. -Sigarettstubbar eru sera dálkandi fyri umhvørvið. Tað, sum nógv ikki vita, er, at filtrið á eini sigarett m. a. er gjørt úr plasti, so tá stubbin endar í t. d. haganum, verður hann til mikroplast. Harafturat tekur tað umleið 15 ár, áðrenn ein stubbi er niðurbrotin, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar. Rudda Føroyar vónar við hesum átaki at fremja eina hugburðsbroyting hjá fólki. Í fyrstu atløgu fer átakið fram í Tórshavnar kommunu. Rudda Føroyar fekk í mai mánaði umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til átakið. Frá viku 30 og nakrar vikur fram verða stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 31 Leygardagur 24. juli 2021 1,1 millión latin í útoyggjastuðli Hesi 32 fingu stuðul til útoyggjamenning í ár Bakkalon í Hattarvík (Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið) SkrivaÐ: Sverri Egholm 32 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning í ár. Tá freistin at søkja um stuðul var farin í vár, hevði Umhvørvis- og vinnumálaráðið fingið 44 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri 5,8 milliónir krónur. Í fjør komu 31 umsóknir fyri 4,2 milliónir krónur. Útoyggjastuðulin í ár er 1,1 milliónir krónur. Umsóknirnar vórðu soleiðis býttar: 9 umsóknir vóru til verkætlanir í Fugloy, 11 til verkætlanir í Svínoy, 10 í Kalsoy, 2 í Hesti, 1 í Skúvoy, 1 í Stóru Dímun og 8 til verkætlanir í Mykinesi. Harumframt var ein umsókn frá Útoyggjafelagnum til rakstrarstuðul, ein umsókn fevndi um fleiri útoyggjar og ein fall uttanfyri endamálið. Tríggjar av umsóknunum eru frá kommunum. Hesar verkætlanir hava fingið stuðul: Úttoyggjafelagið 260.000 krónur. Umvæling av flettingarhøli í Hattarvík–framhald 25.000 Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju–framhald 25.000 Umbygging av neysti niðri á bakkanum í Hattarvík 20.000 Bakkalon í Hattarvík–framhald 30.000 Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík–framhald 50.000 Kerlon–byggja tvey neyst upp aftur í Hattarvík framhald 15.000 Listabýli og filmsverkstaður í Hattarvík 20.000 Myndir og staðarnøvn á útoyggj–framhald 10.000 Kafe/køkur og matarhøli v. m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy–framhald 20.000 Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy–framhald 30.000 Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy–framhald 25.000 Sláturhølið í Svínoy–framhald 25.000 Umvæling av svimjihylinum í Svínoy 45.000 Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy–framhald 45.000 Flettingarrúm–Hoyskorgarður 25.000 Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum-framhald 25.000 Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K, framhald 50.000 Kaffihús í Mikladali–framhald 25.000 Móttøka, slátur og virðisøking av slátri, Mikladali–framhald 25.000 Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi–framhald 25.000 Endurreisa gróthús á Syðradali K. 10.000 Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður–framhald 30.000 Liðugtgerð av tveimum úthúsum til yvirnátting í Mykinesi 25.000 Úthús til matgerð/sláturhús í Mykinesi 25.000 Verja og umvæling av minnisvarðanum í Mykinesi 25.000 Fríðkan av og storytelling í kaféini/matstovuni The Local í Mykinesi 25.000 Menning av grønmetisframleiðslu í Mykinesi 10.000 Ábøtur og fríðkan av fjósi í Skúvoy 30.000 Krana at landa fisk o. a. í Hesti framhald 25.000 Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús–framhald 25.000 Hitaviðgerð (pasteurisering) av rótadjúsi til brygging í Dímun 50.000 Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021 32 Leygardagur 24. juli 2021 242.000 krónur bara at flyta fangar úr Føroyum til Danmarkar Viðurskiftini í Føroyum gera tað neyðugt at flyta fangar til Danmarkar, sum bæði er dýrt fyri løgregluna og keðiligt fyri treytirnar hjá fangunum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í heyst skal fólkatingið seta fíggjarkarmin fyri kriminalforsorgina, ið eisini avger hvussu umstøðurnar verða í Føroyum komandi fýra árini. Umstøðurnar til fangar og varðhaldsfongslaði eru ikki nøktandi í Føroyum, sum merkir, at fleiri mugu sendast til Danmarkar. Neyv tøl hava verið trupul at finna um fangar, sum verða fluttir úr Føroyum til Danmarkar, og tí umbað Sjúrður Skaale nærri upplýsingar frá danska løgmálaráðharranum, sum hevur ábyrgd av økinum. Dýrt at flyta fangar til Danmarkar Sambært Kriminalforsorgini vórðu 22 varðhaldsfangar fluttir úr Føroyum til Danmarkar at sita í varðhaldi fyri tíðarskeiðið 2011-21. Í allarflestu førum, vórðu fangarnir fluttir til Danmarkar, tí atburðurin hjá fangunum setti trygdina í Mjørkadali undir trýst, men í fýra førum máttu varðhaldsfangar flytast til Danmarkar orsakað av plásstroti ella eftir øðrum ynskjum frá løgregluni. Politiið er ikki farið undir eina slíka skráseting fyrr enn í 2019, men í uppgerðini frá Ríkispolitiinum, hava tey ikki gjørt mun á varðhaldsfongslaðum og fangum við longri dómi, sum skulu til Danmarkar óansæð. Tá verður talan um ikki færri enn 19 persónar, sum vórðu úr Føroyum til Danmarkar bara síðstu tvey árini. Tvey løgreglufólk fylgja vanliga fangunum til Danmarkar, og átaka sær útreiðslurnar á 10-12.000 krónur í sambandi við flutningin, umframt, at løgreglufólkini fáa avspáking fyri flutningin. Av trygdarávum kann tó verða neyðugt at ferðast við skipi, sum dýrkar flutningin. Góðar vónir til nýggja avtalu Aðalendamálið við kriminalforsorgini má vera, at fólk, sum fáa ein dóm, ikki fremja nýggj ella somu brotsverk, tá ið tey hava sitið sín dóm, men kunnu gerast góðir samfelagsborgarar aftur. Tað er ógvuliga trupult, um tey dømdu skulu flytast langt úr sínum heimlandi í fremmant umhvørvi, har einasti møguleikin er at knýta nýggj sambond við aðrar fangar. At tað harafturat vísir seg at verða ógvuliga kostnaðarmikið–bæði peningaliga og í arbeiðsorku–fyri løgregluna, eigur at vera eitt greitt tekin um, at tað er neyðugt at fáa eitt fongsul í Føroyum, soleiðis at føroyskir fangar og teirra avvarðandi ikki verða dupultrevsað við óneyðuga avbjóðandi vitjanarviðurskiftum, og soleiðis at starvsfólkini í føroysku kriminalforsorgini fáa virðiligar og tryggar arbeiðsumstøður. Tá ið karmarnir fyri kriminalforsorgina skulu setast í heyst, sita fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, við samráðingarborðið, har høvi verður at vísa á umstøðurnar við neyvari tølum, sum kann styrkja samráðingarstøðuna um betri umstøður í Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 33 Leygardagur 24. juli 2021 Úr Fraklandi til Føroya í starvsvenjing Christelle Nivoix og Clement Buttarelli lesa til djóralækna og hava seinastu seks vikurnar verið í starvsvenjing á Havstovuni á ávíkavist Uppsjóvardeildini og Fuglakanningardeildini SkrivaÐ: Agnar Prestá Í summar hava Christelle Nivoix og Clement Buttarelli úr Fraklandi verið í starvsvenjing á Havstovuni í seks vikur. Tey lesa til dagliga til djóralækna á veterinerskúlanum í Toulouse. Í samband við lesturin har verður kravt, at tey lesandi í seks vikur skulu í starvsvenjing á útlendskum granskingarstovni. Christelle og Clement settu seg tí í samband við Havstovuna, har tey byrjaðu um miðjan juni. -Christelle hevur verið á Uppsjóvardeildini, har hon fyrstu tríggjar vikurnar lærdi at kanna magar á sild, makreli og svartkjafti. Síðstu tríggjar vikurnar hevur hon verið við Jákup Sverra á makrelkanningum, har hon hevur kannað magar á veidda fiskinum. Christelle Nivoix tekur magar úr júst innkomna fiskinum umborð á Jákup Sverra (Mynd: hav. fo) Clement Buttarelli hevur millum annað verið í Stóru Dímun og talt fugl (Mynd: hav. fo)-Clement hevur verið á Fuglakanningardeildini, har hann serliga hevur hjálp til við feltarbeiðinum í samband við merking av fugli. Eisini hevur Clement hjálp til við árligu fuglateljingunum av lomviga, ritu og havhesti í Høvdanum í Skúvoy. Nú starvsvenjingin er um at vera liðug. skulu Christelle og Clement skriva frágreiðing um arbeiðið, tey hava gjørt í starvsvenjingini. Frágreiðingin skal leggjast fram og próvdømast á djóralæknaskúlanum aftaná summarfrítíðina. Christelle og Clement hava eisini ferðast eitt sindur í Føroyum. Her eru tey í Saksun (Mynd: hav. fo) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 34 Leygardagur 24. juli 2021 Rættur G! -stemningur í Syðrugøtu farna vikuskiftið Samtakið Grót skipaði fyri spontanum tónleikatiltaki, nú tá G! Festivalurin varð noyddur at avlýsa Mynd: Harald Bjørgvin SkrivaÐ: Tað var rættiligur G! stemningur í Syðrugøtu leygardagin, hóast G! Festivalurin varð avlýstur. Samstundis, sum fólkini handan G! Festivalin riggaðu av ta útgerð, ið longu var sett upp, tá festivalurin varð avlýstur, vóru tað onnur, sum riggaðu til. Sum skilst var tað samtakið Grót, sum gjøgnum árið skipar fyri hópin av tónleikatiltøkum í Gøtu, sum hevði skipað so fyri, at ein pallur varð settur upp á spæliplássinum. Eisini vóru tað onnur, sum skipaðu fyri spontanum tónleikaframførslum hetta kvøldið, tá G! Festivalurin skuldi havt verið. Pól Huus Sólstein hevði listaframsýning í nýbygdum framsýningarhøli í Syðrugøtu (Mynd: Harald Bjørgvin) Eitt sera gott og væl eydnað tiltak við nógvum fólkum, sum hugnaðu sær óført, frætta vit. Millum tey mongu, ið framførdu í Gøtu leygardagin vóru Niklas & Lena, Konni Kass, Stongum & Guttesen og Hamferð. Herundir eru nakar myndir, sum Harald Bjørgvin tók Hamferð, Jón Aldará Stongum og Guttesen Konni Kass Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 35 Leygardagur 24. juli 2021 Laksatorgið fer av bakkastokki í dag Í dag frá kl. 10 til 16 verður Laksatorgið á skrá niðri á Støð á Glyvrum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin. Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa. Nøkur tiltøk eru afturvendandi, og onnur nýggj leggjast afturat. Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini. Tey bæði-Salmona og Gullaksa-skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna sjóselfie. Pallurin er mitt á økinum, har tónleikur og Ævintýrferðin eru á skrá. Økið er væl skipað, strondin Glyvra Beach er skamt frá, har m. a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina. Skráin fyri dagin: 10.00: Økið letur upp 10.30: Jens Marni 11.30: Salmona og Gullaksa 13.00: Signar í Homrum 14.30: Ævintýraferðin 15.15: Salmona og Gullaksa 16.00: Liðugt Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 Átta sýningar eru á skránni í Sjónleikarahúsinum 27.-29. juli. Franklin Symphor Henriksen framleiðir SkrivaÐ: Agnar Prestá Ein av føstu tættunum á ólavsøku er kabarettin. Í fjør var hon eisini, hóast ólavsøkan var nógv øðrvísi, men talan var bert um tvær sýningar við fjøruti fólkum til hvørja. Til bar tó at síggja ólavsøkukabarettina 2020 í Kringvarpinum. Ein av teimum, sum leikti í fjør, leikstjórnar í ár. Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað leik og film-nú skal hon leikstjórnað kabarett. Franklin Symphor Henriksen framleiðir aftur í ár. Kabarettin verður mannað av hesum: Elias Magnussen, Jenny Svartá Wardum, Edvin Hanssonur Niclasen og Bjørk Búadóttir Tórgarð Sum vant, verður Sjónleikarahúsið í Niels Finsensgøtu karmur um ólavsøkukabarettina, og Høgni Poulsen ger, sum vant, pallsniðið. Á tónleikapallinum fara Kristian Pauli Eleffsen og Vinjar Egilsnes Petersen at sita. John Ivar Venned er ljóðsniðgevi, og Turpin Djurhuus er ljóssniðgevi. Vegna tilmælini eru 100 atgongumerkir til hvørja sýning. Til ber at keypa sær atgongd á atgongumerki. fo Sýningarnar: 27. juli: kl 18 og kl 19.30 28. juli: kl 18 og kl 19.30 og kl 21 29: juli: kl 18 og kl 19.30 og kl 21 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 37 Leygardagur 24. juli 2021 Enn ein útgáva av whisky frá Einar’ s Fjórða whisky frá distillarínum í Klaksvík SkrivaÐ: Sverri Egholm Í gjár kom fjórða útgávan av Einar's Whisky á marknaðin, sum er úr Oloroso sherrytunnum. 966 fløskur komu burtur úr hesari tappingini og styrkin er 51 prosent. Hendan verður at fáa hjá Rúsdrekkasøluni, í Duty Free á flogvøllinum, og umborð á Norrönu. Prísurin á hesum whiskyútgávunum hjá Einar’ s liggur um 1000 krónur fyri hálvan litur fløsku. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 38 Leygardagur 24. juli 2021 Noreg fer at halda fram við oljumenningini eftir valið Erna Solberg fer at geva grønt ljós til víðari oljuútbyggingar fær hon valdið eftir valið. Tað fær stóran týdning fyri fleiri føroyskar fyritøkur SkrivaÐ: Norski forsætisráðharrin Erna Solberg er ikki í iva. Høgrastjórnin fer at kenna tað sum sína ábyrgd at halda fram við olju- og gassleiting og framleiðslu eisini eftir norska stórtingsvalið í september. Hetta sigur hon við Financial Times. Roknað verður við at norska oljuframtíðin fer at vera eitt av høvuðs kjakevnunum undan valinum. Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, hevur sitið við valdinum síðani 2013 og halda eygleiðarar, at møguleiki er fyri, at hon enn einaferð tvs. triðja skeið á rað, fer at standa á odda fyri eini komandi minnilutastjórn. Hetta hóast veljarakanningar rokna við afturgongd til Høgraflokkin. Avbjóðarin til valdið er Arbeiðaraflokkurin saman við Centerflokkinum, ið báðir ganga inn fyri at halda fram við bæði oljuleiting og framleiðslu. Teir fara entá longur enn veerandi stjórnarflokkar og vilja loyva leiting í Arktis ella Barentshavinum. Tó koma teir helst at hava brúk fyri stuðuli frá minni flokkum, sum ikki eru so fegnir um verandi oljupolitikkin. Arbeiðaraflokkurin hevur so eisini tann trupulleika, at flokkurin í dag hevur leiðsluna í Oslo saman við teimum grønu, ið taka undir við IEA um at steðga nýggjum oljuvirksemi. Tey grønu siga, at tey fara ikki í samgongu við flokkar, sum stuðla framtíðar útbyggingar av oljufundum. Erna Solberg sigur við Financial Times, at hon hevur onga ætlan um at fylgja niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum, IEA, um at gevast við oljuleiting og øllum útbyggingum av oljufundum. Hon sigur, at tað fer at verða tørvur á norskari olju og gassi í mong ár aftrat eins og á vetni. Hon heldur eisini, at norska oljan kann vera partur av grøna orkuskiftinum. Bæði oljuvinnan og Solberg sjálv halda, at verandi oljuvinna hevur neyðuga kapitalin til at gera íløgur í varandi orkukeldur, um somu tíð sum oljuídnaðurin kann vera við til at veita tænastur til menningina av havvindorku. Oljuframleiðslan fer at minka, og stórar broytingar fara at henda á orkuøkinum. Spurningurin er bara, hvussu skjótt. Norra er í dag størsti framleiðari av olju og gassi í vestara partinum av Evropa. Og oljuvinnan heldur lív í stórum tali av arbeiðsplássum umframt at vera eitt høvuðsgrundarlagið undir búskapinum. Avgerð um at halda fram við oljuvirkseminum og eisini at leita eftir nýggjum keldum umframt at útbyggja longu gjørd fund fer uttan iva eisini at hava stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni. Her er bæði talan um Pam Offshore Services og Faroes Supply Services, ið lata føroyskar arbeiðsmegi til norskar oljuvinnufyritøkur-umframt fyritøkurnar Skansi Offshore og Thor í Hósvík, ið veita týðandi tænastur til norsku oljuvinnuna. So tað ber til at siga, at um oljupolitikkurin eftir komandi stórtingsval fer at halda fram, har leitað verður víðari og somuleiðis útbygt, kann koma at ganga fleiri føroyskum fyritøkum og teirra mongum starvsfólkum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 39 Leygardagur 24. juli 2021 Delta rakar oljuprísin meint Frá at hava nærkast 80 dollarum, er oljuprísurin, vegna óttan fyri delta variantinum, í løtuni lækkaður til niðan fyri 70 dollarar SkrivaÐ: Tað eru bert fáir dagar síðani, at oljuprísurin reyk upp í loft og nærkaðist 80 dollarum fyri tunnuna. Hetta orsakað av vónunum til, at koppsetingarnar fóru at geva úrslit, so korona fór at leggja seg, og virksemið kring heimin aftur fór at taka dik á seg. Men so skuldi ikki verða. Týsdagin kavaði oljuprísurin aftur heilt niður á góðar 68 dollarar fyri tunnuna. Og orsøkin er tann, at sera vandamikli varianturin av korona, delta, av álvara er farin at gera um seg kring allan heim, og tað skapar ótta á marknaðunum, sum so eisini rakar oljuprísin. Mikudagin hevði prísurin tó hálað nakað innaftur og var góðar 70 dollarar fyri tunnuna. Nú um dagarnar varð gjørd semja í Opec + londunum um at vaksa um aftur framleiðsluna við 400.000 tunnum av olju um dagin. Hetta hendir um somu tíð sum londini longu hava bundið seg til at minka munandi um framleiðsluna frá í fjør. Nú eru Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini samd um at halda fram við avtaluni umframt at fremja ein ávísan vøkstur. Opec + londini eru 23 í tali. Tey framleiða meginpartin av oljuni í heiminum. Tey royna vanliga at steðga vøkstri ella minka um framleiðsluna, um tað merkir ein hægri oljuprís. Í løtuni er skerjingin av framleiðsluni 5,8 milliónir tunnur um dagin. Frá august verður henda skerjing so minkað til 5,4 milliónir tunnur. Síðani er ætlanin, at skerjingin skal minkast við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað. Samanlagt fer Opec + at framleiða 2 milliónir fleiri tunnur um dagin á nýggjárinum. Annars er oljuprísurin vaksin við nærum 50 prosent síðani á nýggjárinum og hevur verið tann hægsti síðani móti endanum av 2018. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 40 Leygardagur 24. juli 2021 Vitjanin hjá drotningini í Grønlandi er útsett vegna korona Grønlendski landstýrisformaðurin hevur biðið um, at vitjanin, sum skuldi fara fram 24. juli til 5. august, verður av ongum fyribils. Orsakað av koronutilburðum eru avmarkingar gjørdar í mun til ferðing og at savnast í bólkum Margretha drotning til tíðindafundin áðrenn fráferð úr Føroyum í gjár (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Mánadagin fór Hennara Hátign Margretha drotning úr Føroyum eftir eina fimm-daga vitjan. Eftir ætlan skuldi Grønland vera karmur um drotningavitjan frá leygardegnum av, men nú er greitt, at hetta er fyribils av ongum. Tað boðaði danska kongshúsið frá týsdagin. -Innanfyri seinastu vikuna hevur Grønland verið rakt av fleiri smittuútbrotum av COVID-19. Hetta hevur gjørt tað neyðugt at sett avmarkingar í lag í samband við ferðing og tað at savnast í bólkum. Formaðurin fyri Naalakkersuisut, tað grønlendska landstýrið, hevur hervið sent áheitan um, at almenna vitjanin hjá Hennara Hátign Drotningini í Grønlandi verður útsett. Hendan áheitanin er gingin á møti, og sambært kongshúsinum skilur drotningin støðuna, men gleðir seg til at vitja í Grønlandi seinni. Eftir ætlan skuldi 81-ára gamla drotninging vitja í tíðarskeiðnum 24. juli-5. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 41 Leygardagur 24. juli 2021 10 ár síðan ræðuleikarnar á Utøya Minnast tey 77 deyðu í Noregi í dag Eitt minningarhald var á Utøya í vikuni. Frá vinstru Astrid Hoem, leiðari fyri ungdómsfelagsskapin AUF og formenninir fyri javnaðarflokkarnar í Svøríki og Noregi, ávikavist Stefan Löfven, forsætisráðharri, og Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA) SkrivaÐ: 22. juli fyri 10 árum síðani drap Anders Behring Breivik 77 fólk, tá hann fyrst legði eina bumbu uttan fyri stjórnarbygningarnar í Oslo og seinni, ílatin sum løgreglumaður, skjeyt frá hond á summarleguni hjá ungdomsfelagnum hjá Arbejderpartiet á oynni Utøya. Hósdagin vórðu tey deyðu mint við hátíðarhaldum kring um í Noregi. Almenna skráin byrjaði frá morgunstundini við hátíðarhaldi í‘ regeringskvarteret’ í Oslo. Har var sangur, upplestur av yrkingum, tónleikur og upplestur av nøvnunum á teimum sum doyðu. Erna Solberg forsætisráðkvinna helt røðu, og umboð vóru til staðar fyri bæði kongshúsið, stórtingið og stjórnina. Seinnapartin var minningarhald úti á Utøya. Oslo kommuna bjóðaði øllum avvarðandi hjá teimuum dripnu til móttøku í ráðhúsinum, og klokkan 18 ringdu klokkurnar í ráðhúsinum 77 sløg–fyri at minnast tey 77, sum doyðu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021 42 Leygardagur 24. juli 2021 Kópakonan sum leikur á eggini í Mikladali Kaféin Eðge beint oman fyri kendu standmyndina vísir leikin um kópakonuna–Eyð Matras hevur skrivað og spælir sjálv SkrivaÐ: Kaféin við navninum Eðge í Mikladali bjóðar í summar fólkum eina heildaruppliving, har tað ber til at njóta stórslignu náttúruna, fáa leskiligt ábit og síggja leik um kópakonuna. Eðge er gamalt pakkhús, sum nú er bygt um til kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin um kópakonuna verður framførdur. Har er pláss fyri 30 áskoðarum hvørja ferð. Kópakonan–í øðrum hami Søgnin um kópakonuna er kend í Mikladali–vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin. Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin nú fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Leiktíðin er umleið 45. minuttir. Eyð Matras hevur skrivað handritið og leikar sjálv, meðan Magni Husgaard hevur skrivað tónleikin og spælir sjálvur. Sigrún Valbergsdóttir hevur leikstjórnað. Leikurin“ Kópakonan–í øðrum hami” hevur verið sýndur nakrar ferðir fyri fullum húsum, og ætlanin er at sýna leikin fleiri ferðir gjøgnum summari. Til ber at kunnað seg um nær leikt verður á heimasíðuni atgongumerki. fo, har atgongumerkini eisini fáast til keyps. Kostnaðurin er 495 krónur, men tá er eisini eitt leskiligt ábit við í prísinum undan sýning og suppa og dessert eftir sýning. Aldursmarkið at síggja leikin er sett til 10 ár. Í sambandi við vitjanina í Mikladali ber sjálvandi eisini til at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni–rúnarbundin til ævigar tíðir. -Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna, sigur Kafe Eðge í tíðindaskrivi. Magni Husgaard, tónleikari, Eyð Matras, leikari, og Sigrún Valbergsdóttir, leikstjóri Eyð Matras hevur skrivað leikritið og spælir sjálv Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021 43 Leygardagur 24. juli 2021 Kurt Westergaard deyður Hann gjørdist kendur í 2005, tá hann teknaði eina av Muhammed-tekningunum, sum vóru prentaðar í Jyllands-Posten–hann andaðist í farnu viku, 86 ára gamal Kurt Westergaard gjørdist 86 ára gamal (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Muhammedteknarin Kurt Westergaard er deyður eftir longri sjúkugongd, 86 ára gamal. Tað upplýsti familja hansara fyri Berlingske í vikuni. Hann andaðist í undanfarnu viku. Eftir sita kona hansara, teirra fimm børn, tíggju ababbørn, og eitt langabbabarn. Kurt Westergaard teknaði í 2005 eina av tekningunum av profetinum Muhammed, sum varð prentað í danska blaðnum Jyllands-Posten, og sum elvdi til eina av størstu uttanríkispolitisku kreppunum, Danmark nakrantíð hevur upplivað. Seinastu mongu árini mátti Kurt Westergaard liva við lívvaktum, tí tekning hansara gjørdi hann til eitt mál hjá ekstremum islamistum. Í 2012 breyt ein somaliskur maður inn í heim hansara og ætlaði at leypa á hann við einari øks. Hesum slapp Kurt Westergaard so undan við at steingja seg inni á vesinum. Fleiri onnur eru eisini vorðin handtikin fyri at leggja ætlanir um at drepa Kurt Westergaard. Kurt Westergaard varð føddur í 1935 í Døstrup í Himmerland. Í 1958 varð hann útbúgvin lærari. Árini eftir arbeiddi hann so sum lærari, og seinni gjørdist hann skúlastjóri á einum serskúla í Djursland. Hann hevur tó altíð teknað, og í 1983 varð hann settur sum karikaturteknari á Jyllands-Posten. Fram til 2005 var hann ein lutfalsliga ókendur maður í almenna rúminum. Men hetta broyttist við Muhammed-tekningunum. Í 2010 gavst hann á Jyllands-Posten sum 75 ára gamal, og síðani brúkti hann sína tíð uppá sítt listaliga arbeiði. Kurt Westergaard hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 44 Leygardagur 24. juli 2021 Fyrsti maður dømdur fyri álopið á Capitol Paul Allard Hodgkins úr Florida varð dømdur 10 mánaða fongsul í vikuni Paul Allan Hogdkins inni í kongressini 6. januar (Mynd: AP) SkrivaÐ: Ein 38 ára gamal maður varð mánadagin dømdur í fongsul í átta mánaðir fyri sín leiklut í álopinum móti kongressini í Washington í januar mánaði. Paul Allard Hodgkins er sostatt fyrsti persónurin, sum er dømdur fyri fyri ógvusligu hendingarnar, sum fóru fram 6. januar, skrivar Washington Post. Í farna mánaði játtaði 38 ára gamli maðurin úr Florida seg sekan í at hava forðað kongresslimum í at arbeiða, tá tey í januar vóru savnað fyri at góðkenna úrslitið av amerikanska forsetavalinum í november 2020. Myndir frá hendingini vísa Paul Allard Hodgkins í Capitol-bygninginum við einum reyðum flaggi, við áskriftini“ Trump 2020”. Hann var eisini ílatin eina troyggju, har navnið á Trump var skrivað á. -Eg angri og harmist um mínar gerðir hin 6. januar í Capitol, og teir skaðar, sum mínar gerðir hava elvt til, og tey sár, sum eg havi verið atvoldin til móti tí landi, eg elski, segði hann við dómaran undir rættarmálinum. Fongsulsrevsingin er ikki eins long, og ákærumyndugleikin hevði kravt. Sambært Washington Post var kravið 18 mánaða fongsul. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 45 Leygardagur 24. juli 2021 Sannførandi og søguligur HB-sigur Greipuvinnararnir settu meistaraliðið úr Montenegro uppá pláss í 2. hálvleiki og við 4-0 sigrinum hóskvøldið er útgangsstøði sera gott undan dystinum í Podgoricia HB-liðið hevði fýra mál at fegnast um í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Michal Przybylski legði HB á odda beint fyri stegðin. Heimaliðið hevði eisini verið omaná í mun til at hava bóltin og skapa málmøguleikar í 1. hálvleiki, men tað var fyrra helmingin av 2. hálvleiki, at HB veruliga vísti styrki. Málini til 2-0 og 3-0 komu, eftir at liðið hjá Kevin Schindler hevði vunnið bóltin á hálvuni hjá mótsstøðuliðnum. Bert 90 sekund inn í 2. hálvleik fekk Mikkel Dahl fatur í bótlinum, fann Michal, ið hevði runnið seg væl leysan, og miðvallarin avsluttaði trygt. Hann hevur nú fýra mál í tíggju evropeiskum dystum. Tíggju minuttir seini vóru teir í reyðum og svørtum ógvuliga ágangandi, og ein leikari, ið ikki hevur spælt nógv í ár, sló til. Óguvliga vælleikandi Heri Hjalt Mohr spældi til Pætur Petersen, nummar ellivu trekti inn úr høgru og sendi bóltin í nærmara málhorn. Pætur Petersen í ovfarakæti eftir sítt mál til 3-0 (Myndir: Sverri Egholm) HB-maskinan helt fram, og eftir triðja hornasparkið á rað gjørdu gestirnir brotsspark. Tað setti Daniel Johansen kaldliga í málið, og seinna helmingin av hálvleikinum helt HB fast. Teitur Matras Gestsson gjørdi tvær frálíkar bjargingar, tá leikarar hjá Buducnost gjørdist fríir. Tað kundu tó komið fleiri mál í hinum endanum, tí innskifti Hilmar Leon Jakobsen, ið kom væl inn hevði tveir stórar málmøguleikar-eins og bjargingarnar hjá Teiti var tað ávíkavist við støðuni 3-0 og 4-0. Fyrra skotið hjá Hilmar Leoni brast í tvørtræið og niður á mállinjuna. 4-0 endaði tað, og hetta er størsti sigur hjá HB í evropeiskum dysti nakrantíð. Avrikið hjá HB í 2. hálvleiki var framúrskarandi gott, og við úrslitinum hava greipuvinnararnir sett seg í sera góð støðu at spæla seg víðari til 3. umfar í Conference League. Seinni dysturin verður í Podgorica týsdagin. Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hilmar Leon Jakobsen, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Áki Debes Samuelsen, Mads Boe Mikkelsen Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2021 46 Leygardagur 24. juli 2021 Besta útgangsstøði nakrantíð Eftir 4-0 sigurin hjá HB í Gundadali hóskvøldið er greitt, at einki føroyskt felag á pappírinum hevur havt so stóran fyrimun undan seinna dystinum í evropeiskari kapping. KÍ hevur tó einaferð áður eisini vunnið við fýra málum í fyrra dystinum-her er eitt yvirlit yvir nakrar av størstu føroysku sigrunum Sigurin hjá HB á Buducnost Podgoricia í hóskvøldið var størsti evropeiski sigurin í søgu felagsins. HB hevur tvær ferðir vunnið við trimum málum í evropeiskum dysti í Gundadali. Í 2004 endaði tað 3-0 móti WIT Georgia, og tíggju ár seinni vunnu teir í reyðum og svørtum 5-2 á Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Í báðum førum var talan um Champions League-dyst og í báðum førum var tað seinni dysturin. Í 2004 rakk tað ikki til víðari luttøku, tí tað endaði 5-0 í Georgia vikuna frammanundan, men í 2014 spældi HB seg fyri fyrstu ferð víðari í altjóða kapping við samanløgdum 6-3 sigri. Hóskvøldið var tað suverena meistaraliðið úr Montenegro, ið varð sent heim við einum sekki. Heimaliðið fekk eitt mál beint fyri steðgin, og fyrra helmingin av 2. hálvleiki sat HB fullkomilga á dystinum og fekk trý afturat. Harvið er útgangsstøði hjá HB ógvuliga gott undan seinna dystinum, ið verður í Podgoricia týskvødlið-27. juli. So gott útgangsstøði hevur nakað føroyskt lið í roynd og veru ongantíð havt fyrr. Teitur Gestsson hevur spælt 18 evropeiskar dystr fyri HB og var við í 2014. Málverjin og liðformaðurin var eftir dystin í gjár væl greiður yvir, at einki er liðugt, hóast avrikið og úrslitið í fyrra dystinum vóru heilt góð (Mynd: Sverri Egholm) Júst 23 ár undan dystinum í gjár, 22. juli í 1998, vann HB 2-0 á VPS Vaasa úr Finnlandi. Súni Fríði Johannesen skoraði bæði málini í UEFA Cup-dystinum á Svangaskarði. Fram til hósdagin var tað besta úrslitið, HB hevur fingið í einum fyrra dysti í evropeiskari kapping. Ólavsøkudag í 1998 hvarv fyrimunurin hjá HB skjótt, tí finska liðið kom á odda 2-0 í 17. minutti í dystinum í Vaasa. Heimaliðið skoraði eisini tvær ferðir seint í dystinum og kom harvið víðari. B36 megnaði í 2006 at vinna við trimum málum á útivølli. Hetta var føroyskt met í 13 ár. 3-0 sigurin hjá táverandi føroyameistarunum kom á Malta móti Birkirkara og harvið gav eitt frálíkt útgangspunkt-tað táverandi besta, ið eitt føroyskt lið hevði havt. Í Føroyum endaði tað 2-2. Hetta var annað árið á rað, at B36, undir Sigfríði Clementsen og Magna Mohr, kom víðari í evropeiskari kapping, og harvið var havnarfelagið ein slóðbrótari-nøkur ár seinni var tað Víkingur, eisini við Sigfríði sum høvuðsvenjari, sum gjørdi hol í sjógvin við at senda lið úr Finnlandi, Noregi og Lettlandi út. Birkirkara varð aftur sligið út av føroyskum felagi í 2018. Tá var tað KÍ, sum árið eftir tók metini frá B36, og sum Mikkjal Thomassen hevði verið við til at sett sum leikari. KÍ vann 5-1 á Tre Fiori í Gundadali í Europa League-besta útgangsstøði og tá javnsett størsti evropeiski sigurin nakrantíð. EB/Streymur vann í 2013 5-1 á Tórsvølli á Lusitanos úr Andorra. KÍ vann eisini við fýra málum í San Marino. Tað er størsti útisigur hjá føroyskum felagi, og hetta gjørdist størsti eisini samanlagdi sigurin nakrantíð (9-1) Norðmaðurin Simen Sandmæl, ið skoraði og legði upp fyri KÍ, í 5-1 sigrinum á Tre Fiori í Gundadali í 2019. Í mun til Buducnost var á pappírinum talan um veikari mótsstøðu (Mynd: Sverri Egholm) NSÍ javnaði í fjør metið fyri størsta føroyska sigur við 5-1 sigri á Svangaskarði móti Barry Town úr Wales. Ein mánaða og fýra dagar seinni tók KÍ metið einsamalt, tá teir í bláum og hvítum knústu Dinamo Tbilisi úr Georgia á Tórsvølli. Í fjør varð tó ikki leikt yvir tveir dystir, so tá snúði einki seg um útgangsstøði. Tað útgangsstøði, ið HB hevur nú er á pappírinum betri enn tað hjá KÍ í 2019, tí Tre Fiori fekk eitt útivallarmál, ið tá taldi eitt sindur meira. Tað er ósannlíkt, at HB eisini vinnur við fýra málum í Podgorcia, har tað fara at vera nakað yvir 30 hitastig týsdagin. Í Montenegro eru tey skelkað, og talan er eitt væl sterkari mótstøðulið, enn KÍ hevði í 2019. Umboðini fyri HB, ið Portalurin tosaði við hóskvøldið eru eisini greið yvir, at tað er av álvara ein uppgáva ið skal loysast, um greipuvinnararnir skulu spæla seg víðari til triðja umfar í UEFA Europa Conference League. HB hevur samanlagt ikki staðið seg væl í Evropa, í mun til at felagið er tað mest vinnandi í Føroyum. Einstøk avrik hava verið heilt góð gjøgnum árini-nú snýr tað seg um at gera tað yvir tveir dystir. Tøl: FaroeSoccer Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 47 Leygardagur 24. juli 2021 Taptu í hálvfinaluni Føroysku U19-kvinnurnar taptu hálvfinaluna móti Polandi. Tær taptu tepurt 24-21 SkrivaÐ: Sverri Egholm Føroysku U19-kvinnurnar taptu hálvfinaluna í Euro Championship kappingini síðsta leygardag. Úrslitið var eitt tepurt 24-21 tap fyri Póllandi. Talan var um ein dyst, har tað ongantíð veruliga kom glið á føroyska álopsspælið. Póllendingar høvdu lisið uppá til dystin, og vitandi at styrkin hjá føroyska liðnum er gjøgnumbrotsspælið, stóð liðið hjá teimum væl í einari defensivari 6-0 verju. Føroyska liðið byrjaði trilvandi og vóru heldur nógvar tekniskar villur og brend skot. Verjan og málverjin stóðu, enn sum áður væl og var tað meira í álopinum at tað haltaði. Føroyska liðið var, hóast hetta, væl við í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 10-10. Føroyska liðið megnaði eisini at hanga í seinna hálvleiki, men mistu okkara dystin seinatu 15 minuttirnar, tá Póllandi dróg frá við nøkrum málum. Føroyska liðið royndi at hála innaftur, men aftur vóru aftur heldur nógv brend skot og villur. Holland vann hina hálvfinaluna móti Hvítarusslandi, 25-22, og møta Føroyar sostatt Hvítarusslandi í dystinum um triðja plássið í morgin, sunnudagin kl. 14.30. Dysturin kann stroymast á ehftv. com. Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Rannvá Olsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021 48 Leygardagur 24. juli 2021 Ov stuttar til bronsuna Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi Jana Mittún SkrivaÐ: Sverri Egholm HSF: Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini sunnudagin. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi. Føroyska liðið hevði trupult við at fáa glið á álopsspælið í bronsufinaluni. Hvítarussiska liðið spældi við sera ágangandi verjuspælið, har tær til tíðir lógu og mansvardu við einum ella tveimum leikarum. Liðini fylgdu tó fyrstu 20 minuttirnar, har munurin ongantíð var meira enn 1 mál. Hvítarussiska liðið kom tó fram um við nøkrum málum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið brendi heldur illa og gjørdi fleiri tekniskar villur. Hálvleiksstøðan var 10-13. Hvítarussiska liðið helt seg frammanfyri við nøkrum málum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 10 minuttir vóru eftir gjørdi føroyska liðið ein vørr og kom uppá javnt aftur. Føroyska liðið hevði eisini møguleikar at koma fram um, men vóru fleiri marginalar, sum ikki fullu til okkara, og vóru okkara heldur ikki nóg kaldar seinastu løtuni og dysturin koppaði til Hvítarusslands. Føroyar gjørdist sostatt nummar 4 av 9 liðum í kappingini. Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 49 Leygardagur 24. juli 2021 Rakul Wardum besti málverjin í kappingini Føroyski málverjin og liðskiparin Rakul Wardum var kosin besti málverji í U19-kappingini Rakul Wardum (Mynd: Hondbóltssambandið) SkrivaÐ: Sverri Egholm Eins og vanligt er til endaspøl, verður eitt all-star lið kosið eftir kappingarlok. Soleiðis var eisini til Euro Championship kappingina í Skopje í Makedonia og var føroyski málverjin Rakul Wardum kosin besti málverji. Rakul Wardum hevur staðið eina sera góða kapping og havt eitt høgt bjargingarprosent, skrivar Hondbóltssambandið. Niðurlond vunnu kappingina og taptu bert hin eina dystin í kappingini, nevnliga móti Føroyum. Føroysku U19 kvinnurnar vóru ov stuttar til heiðursmerkjapláss. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2021 50 Leygardagur 24. juli 2021 H71 menninir skulu spæla móti Drammen úr Noregi Og kvinnurnar hjá H71 fáa makedonska mótstøðu í fyrsta umfari í European Cup H71 vann steypakappingina í fjør (Mynd Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Menninir hjá H71 fingu munandi lagaligari mótstøðu enn kvinnurnar–tá hugsað verður um ferðing–tá lutakastið var til European Cup í hondbólti í dag. H71-menninir skulu møta Drammen HK úr Noregi, og hoyvíkingar hava heimavøll í fyrsta dysti. Liðið hjá H71 var við í lutakastinum yvir lið, sum koma inn í kappingina í øðrum umfari av EHF European Cup. Drammen HK gjørdust nummar trý í skerdu norsku hondbóltskappingini í 2020/21, sum endaði longu undan jólum í fjør orsaka av korona. Dystirnir í øðrum umfari í EHF European Cup verða spældir 16./17. og 23./24. oktober. Væntandi fer H71 at royna at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum. Drammen er ein býur á umleið 100.000 fólk, ið liggur bert einar 45 kilometrar í ein útsynning úr høvuðsstaðnum, Oslo. Til Makedonia 50 lið vóru í pottunum til lutakastið hjá kvinnunum, harav eitt teirra var H71 úr Hoyvík, sum vunnu bronsu í føroysku hondbóltskappingini fyri kvinnur í ár. H71-kvinnurnar skulu møta liðinum úr Norðurmakedonia, sum kallast WHC Cair-Skopje úr høvuðsstaðnum Skopje. Sambært upplýsingunum á heimasíðuni hjá EHF, spælir hetta liðið sínar heimadystir í stóru høllini Arena Boris Trajkovski í Skopje, sum er tann størsta í makedonska høvuðsstaðnum, og eisini verður brúkt til landsdystir hjá hondbóltslandsliðunum. Dystirnir í fyrsta umfari í hesi kappingini 13./14. og 20./21. november. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2021 51 Leygardagur 24. juli 2021 Roknar við hjálp frá føroyska landsliðsvenjaranum Venjarin hjá Drammen HK, Kristian Kjelling, hevur onga vitan um H71, men ætlar at gagnnýta vinarlag sítt við føroyska landsliðsvenjaran Kristian Kjelling í dysti fyri Noreg. Myndin er frá 2010 (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Venjarin hjá norska hondbóltsfelagnum Drammen HK, ætlar at gagnnýta vinskapin við føroyska landsliðsvenjaran fyri at kunna seg um komandi mótstøðuliðið í European Cup, H71 úr Hoyvík. Tað skrivar heimasíðan hjá norska felagnum. Týsdagin gjørdist tað greitt, at H71 og Drammen HK bresta saman í øðrum umfari av evropeisku kappingini European Cup. Norskir miðlar himprast ikki við at siga, at Drammen var tað felagið í Noregi, sum fekk ta lættastu mótstøðuna. Venjari í Drammen síðan 2015 er ein legenda í norskum hondbólti, 40 ára gamli Kristian Kjelling, sum spældi 147 dystir á norska A-landsliðnum og skjeyt 568 mál. Kristian Kjelling hevði eina glæsiliga karrieru sum aktivur hondbóltsspælari. Í 2001 flutti hann til Spania at spæla, fyrst fyri Aledmar León og síðan SDC San Antonio. Í 2009 gekk leiðin til Danmarkar at spæla fyri Aalborg Håndbold og seinni Bjerringbro-Silkeborg. Í 2015 vendi Kristian Kjelling so heimaftur til Drammen at vera leikandi venjari. Í Danmark hevði Kjelling Peter Bredsdorff-Larsen sum venjara, bæði í Aalborg og BSV, og tað er maðurin, sum nú er føroyskur landsliðsvenjari. Við heimasíðuna hjá Drammen HK sigur Kristian Kjelling, at hann roknar við at fáa kunning frá vinmanni sínum, tí sjálvur veit hann so at siga onki um H71 framman undan komandi European Leag dystunum, sum vera í oktober. Kjelling hevur spælt í Føroyum við norska landsliðnum, men veit ikki meira um føroyskan felagshondbólt enn, at hann er á veg frameftir, og nevnir í hesum sambandi ein ungan spælara, sum spælir í Sävehof í Svøríki og verður róstur upp um skýggja. Talan er sjálvandi um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum er vaksin upp í júst H71. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 52 Leygardagur 24. juli 2021 Sverri vann innleiðandi róðurin trygt Miðvingurin róði 2000-metra teinin í Tokyo uppá sjey minuttir og beint undir trý sekund, og hann fór nógv niður í ferð seinastu umleið 500 metrarnar-helst fyri at spara seg. Sverri Sandberg Nielsen skal rógva OL-fjórðingsfinalu mánanáttina Sverri Nielsen var fýra sekund framman fyri italiumannin á 2. plássi. Tríggir rógvarar úr hvørjum riðli koma víðari til OL-fjórðingsfinaluna (Mynd: Bjarni Enghamar) SkrivaÐ: Agnar Prestá 07.02. 88. Hetta varð fyrsta tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen, ið er tann einasti einstaklingarógvarin, sum umboðar Danmark til olympisku leikarnir í Japan. Hetta var beint undir fýra sekund frammanfyri Gennaro di Mauro. Italumaðurin varð áðrenn mettur at verða tann, ið kundi geva Sverra mest kapping í hesum innleiðandi riðlinum, og di Mauro var eisini beint frammanfyri, tá komið var um 1.000 metrar. 27-ára gamli føroyingurin byrjaði ikki heilt væl, men var á odda tað allarmesta av teininum, og eftir at di Mauro kom frammum á áleið hálvum teini, gekk ikki long tíð til báturin við litunum í Merkinum stakk seg frammum aftur, og til sterki Sverri hevði yvirtakið aftur. Sverri í einskullara sínum-við litunum í Merkinum-til sín fyrsta OL-róður (Mynd: Balint Czucz) Tá Sverri Nielsen var komin trygt framum, slakaði hann ferðina, og teir seinastu 500 metrarnir líktust á ongan hátt einum endaspurti hjá miðvinginum, sum spardi seg nakað og kom á mál sum suverent nummar eitt. Hinvegin var kapping millum Vladislav Yakovlev úr Kasakstan og Peter Purcell-Gilpin úr Zimbabwe, og teir góvu seg nógv meira móti endanum. Teir vóru ógvuliga javnir í kappingini um 3. plássi, ið var tað seinasta í hesum riðlinum, sum gevur atgongd til kvartfinaluna mánanáttina. Tann fyrrnevndi var beint yvir eitt hálvt sekund frammanfyri, og harvið skal Purcell-Gilpin dúva uppá, at hann megnar at rógva seg víðari uppá eitt "Wildcard". Ghambour Alhussein úr Libya, ið legði hart út, endaði 49,49 sekund aftan fyri Sverra. Nú snýr tað seg um hjá Sverra Sandberg Nielsen at rógva av, síðani koyra eitt sindur av inntensiteti á aftur og annars at fínpussa fram til OL-fjórðingsfinaluna, har kappingin verður harðari. OL-Rógving í Singelscullara 23. juli-Riðil 3 (2000 metrar) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 53 Leygardagur 24. juli 2021 Profilur heldur fram í Gøtu Leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar heldur fram í Víkingi í øllum førum tvey ár afturat (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Sølvi Vatnhamar hevur longt sáttmálan við Víking við tveimum árum. 35 ára gamli leirvíkingurin sum saman við millum annað Atla Gregersen togar miðalaldurin á víkingaliðnum upp, er sambært Faroesoccer skrásettur fyri 322 dystir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, 48 steypadystir umframt fleiri Champions League og Europa League-dystir. Seinnu árini er hann eisini blivin fastur maður á A-landsliðnum. -Vit kenna øll Sølva, hann hevur verið berandi á okkara besta liðið í óteljandi ár, samstundis sum hann er ein av royndastu leikarunum á føroyska landsliðnum, skrivar Víkingur. Sølvi Vatnhamar her í landsdysti á Ta'Qali leikvøllinum á Malta (Mynd: Sverri Egholm)-Sølvi er ein fyrimynd í okkara felagið, og hevur hann heilt sikkurt nógv eftir at geva okkara ungu leikarum-bæði í Betri hópinum og longri niðri í rekkjunum, sigur felagið sum sjálvsagt eisini sigur seg gleðast yvir atlokalu leikararnir velja ljósabláu troyggjuna. Víkingur liggur á øðrum plássi í Betri deildini hjá monnum við 31 stigum, og fær NSÍ á vitjan í Sarpugerði týsdagin klokkan 19. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 54 Leygardagur 24. juli 2021 16 ára gamli Marius Árting Allansson gjørt sáttmála við B36 Marius er uppaldur í felagnum, og hevur hann longu sitið onkran dyst á bonkinum á Betri-liðnum, umframt at hann eisini hevur spælt við øðrum liði hjá B36 (Mynd: B36) SkrivaÐ: Farna vikuskiftið skrivaði 16 ára gamli Marius Árting Allansson undir sín fyrsta sáttmála við B36. Marius er uppaldur í felagnum, og hevur hann longu sitið onkran dyst á bonkinum á Betri-liðnum, umframt at hann eisini hevur spælt við øðrum liði hjá B36. –Ungdómsárini hevur ferðmikli spælarin prógvað, at hann væl kann verða ein av teimum, sum vit koma at síggja nógv til komandi árini, og sáttmálin er eisini tekin um, at hetta er ein spælari, sum høvuðsvenjari okkara sær góðar møguleikar í, skrivar felagið á heimasíðuna. 16 ára gamli miðvallarin hevur fyribils skrivað undir sáttmála til kappingarenda 2022. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2021 55 Leygardagur 24. juli 2021 Eriksen kann ikki halda fram í Italia Tað slær formaðurin í læknafrøðiligu nevndini hjá italska fótbóltssambandinum fast. Orsøkin er, at danin í síðsta mánað fekk kvikil í hjarta, og tað er ikki loyvi at spæla við slíkum í Italia. Christian Eriksen kann tó spæla í øllum øðrum londum við kvikli SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað var leygardagin 12. juni, at fótbóltsvetislan í Keypmannahavn og Evropa stegðaði eina løtu, og milliónir hildu ondini. Orsøkin var at danski stjørnuleiakrin Christian Eriksen á óhugnaligan hátt small um á grasinum í Parkini, júst sum hann hevði gjørt eina alvering í EM-dystinum millum Danmark og Finnland. Søguligi dysturin kundi enda í heilt stórum sorgarleiki, tí 29-ára maðurin av Fjóni var lívleysur eina løtu. Læknarnir fingu lív í Christian Eriksen og skjótt, hóast tað tykist sum long tíð, varð kunngjørt, at hann var á Ríkissjúkrahúsinum og støðan var stabil. Dysturin varð tikin uppaftur, hóast hetta ikki tykist rætt, men fótbóltsveitlsan kundi halda fram í komandi døgunum, sum Eriksen fekk tað betur, og danska liðið kom væl víðari frá støðuni og brúkti hana á ein hátt sum brennievni. Christian Eriksen fekk í vikuni eftir tilburðin ein kvikil í hjarta, ið skal forða fyri, at ein slík hending kemur fyri aftur. Hetta ger tó, at hann ikki hevur nakra framtíð í Inter Milan, har miðvallarin hevur spælt síðani januar 2020. Tað var longu frammi í síðsta mánaða, at hetta helst fór at gerast ein trupulleiki orsakað av reglugerðini í Italia. Nú hevur Francesco Braconaro, ið er formaður í læknafrøðiligu nevndini hjá italska fótbóltssambandinum, staðfest hetta:-Christian Eriksen kann ikki fáa grønt ljós til at spæla í Italia. Um leikarin ikki fær tikið kvikilin út, tí tað sum er galið kann lekjast, kann hann spæla fyri Inter aftur, greiðir læknin italskum miðli frá. Harvið kann Eriksen ikki venda aftur til Italia, og um hann velur at halda fram at spæla, so skal hann finna eitt nýtt felag. Tað fer hann allarhelst ikki at hava nakran trupulleika við. Eitt er hansara dygdir, og hitt er, at tað er ikki nøkur yrkiskapping innan fótbólt, ið hevur nakrar reglur móti slíkum tólum, skrivar danska TV 2. Daley Blind hjá Ajax og Niðurlondum, sum seinastu árini hevur spælt við einum slíkum kvikli. Verjuleikarin gjørdist svimbul eftir Champions League-dyst í 2019, og fekk staðfest ein hjartafeil. Blind fekk ein kvikil, og tá hann á ein hátt small um í dysti í fjør fyri Ajax, fór tólið í gongd, og løtu seinni fekk hann gingið av vøllinum. Daley Blind spældi í EM-endaspælinum fyri Niðurlond. Tað er óvist, hvat ætlanin hjá Christian Eriksen fyri framtíðina, og nær hann møguliga verður klárur at spæla aftur. 29-ára gamli danin hevur ikki tosað alemnt síðani hendingina fyri seks vikum síðani. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2021 56 Leygardagur 24. juli 2021 OL verður í Brisbane um 11 ár Eftir at olympisku leikirnir hava verið í Japan, Fraklandi og Kalifornia kemur túrurin til Avstralia í 2032 IOC formaðurin, Thomas Bach, við óvæntaðu avdúkingini um OL-vertsskapin í 2032 SkrivaÐ: Avstralski stórbýurin Brisbane verður vertur fyri olympisku og paralympisku leikunum í 2032. Tað varð avgjørdi altjóða olympiska nevndin, IOC, mikudagin. Talan var um eina formssak, tí tað vóru ikki aðrir býir at velja ímillum. IOC samtykti í 2019 nýggjar leiðreglur fyri, hvussu olympisku vertsbýirnir verða valdir. Brisbane varð so at siga beinanvegin valdur millum áhugaðu býurnar og fekk einkarrætt til at samráðast um at gerast olympiskur vertur. Nýggju leiðreglurnar skuldu tryggja, at aðrir býir ikki óneyðugt brúka nógvar pengar í royndini at gerast vertsbýur. Aðrir býir, ið annars høvdu víst áhuga vóru Budapest, Doha og Ruhr-økið í Týsklandi. Mikudagin varð tað so formliga avgjørt, at Brisbane verður OL-býur í 2032. 72 atkvøddu fyri og fimm ímóti í ES-nevndini. Stór frøi var í Brisbane, har tey hátíðarhildu tíðindini við stórum fýrverki (Mynd: EPA) Burðardyggleiki Brisbane leggur dent á burðardyggleika í sínum boði, og ætlanin er, at 84 prosent av bygningunum og økjunum til leikirnar longu eru til staðar í býnum, ella bara verða fyribils. Sostatt verður ikki neyðugt at brúka nógvar milliardir krónur í OL-vertsskapin, eins og fyrr er sæð. Sambært egnu tølunum hjá IOC, hevur Brisbane eina fíggjarætlan, sum er 80 prosent minni enn vertsbýirnir í 2020, 2024 og 2028. -Vit vilja vísa heiminum, at miðalstórir býir og landslutir eisini kunnu vera vertir fyri OL uttan stórvegis fíggjarligar trupulleikar, segði politiski ovastin í Queensland-landslutinum, har Brisbane liggur, Annastacia Palaszczuk, við IOC-nevndarlimirnar. Leikirnir í Tokyo í Japan eru júst byrjaðir. Í 2024 verða olympisku summarleikirnir í franska høvuðsstaðnum, Paris, og í 2028 í Los Angeles í Kalifornia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2021 1600-2000: Listaframsýning Lions Club Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning í Müllers pakkhúsi. Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til vælgerandi endamál ella felagsskap. Stað: Müllers pakkhús. Undirhald: 1400-1700: Sjósavnið Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara. Stað: Rættargøta 8, Argir. Ítróttur: 1700: AB-KÍ 1. deild menn Fótbóltsdystur í Betrideildini millum AB og EB/Streym. Stað: AB-vøllurin á Argjum. 1800: Ólavsøkurenning Rennikapping á Skálatrøð og út undir Bakka, sum Bragdið skipar fyri. Stað: Skálatrøð og út undir Bakka. 1900: Dystur millum tey lógkønu og tey hálshvítu Fótbóltsdystur millum politikkarar og prestar. Nemus N. Djurhuus dømir dystin. Stuðulstiltak fyri verkætlanina“ Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. "Liv Lívið" verður á staðnum og selur kaffi, okkurt søtt og rúsfría espressoskeykin. Ókeypis atgongd. Stað: Ovari vøllur í Gundadali. 28. juli Tiltøk: 1100-2000: Listasavn Føroya Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku! Fasta framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar frá kl. 11 til 20. Ólavsøkuframsýningin letur upp kl. 15 ólavsøkuaftan. Stað: Gundadalsvegur 9. 1400-1500: Skrúðgonga og setan Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Hallur Holm setir ólavsøkuna 2021. Stað: Vaglið. 1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju-vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes. Undirhald: 1400-1500: Skrúðgonga og setan Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Hallur Holm setir ólavsøkuna 2021. Stað: Vaglið. 1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju-vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes. 1400-1900: Sjósavnið Hygg eftir føroyskum fiskum. Royn at nerta við sjóverur, og hygg eftir løgna atburðinum hjá jákupsskeljum. Royn teg sum krabbafiskara. Stað: Rættargøta 8, Argir. 1400-1900: SSB opið hús Skótafylki Sigmund Brestissonar býður øllum ólavsøkugestum niðan at vitja Skótahøllina við Havnará. Ymiskt verður sýnt fram og okkurt skótasligt virksemi verður á bønum við skótahøllina. Stað: Við Havnará. 2200-2245: Ráðhústrappan Eyðun og Rani Nolsøe. Stað: Vaglið. Ítróttur 1400-1800: Ólavsøkukappróðurin 2021 Kappróður, søla av drykkju-vørum og mati, undirhald fyri allar aldursbólkar. Vælumtókta Homlulandið fyri børn er ókeypis. Víst verður á møguleikan at keypa atgongumerki til kappróðurin á netinum. Stað: Eystara bryggja, Molin, Tinganes. 1800: Kappsvimjing á vágni Aftan á kappróðurin verður sum vant skipað fyri kappsvimjing á Vágni fram við Molanum. Stað: Eystaravág. 1900-2230: Sangløta í Meinigheitshúsinum Ólavsøkudag lata dyrnar upp kl. 19, tá øll fáa suppu og kaffi til matna. Kl. 20 verður sangmøti. Taborkórið og sangkreftir av Toftum fara at luttaka. Bergur D. Joensen prestur boðar guds orð. Eisini verður drekka og hugnaløta eftir møtið. Meira kunning á www. meinigheit. fo. Stað: Húsagøta 1 |
-Sverri Sandberg er fyrimyndin hjá okkum øllum SíÐa 3 Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu SíÐa 10 Minti politikararnar um at liva lívið SíÐa 2 Hildu tað vera eitt ferðamannaskip SíÐa 6 Sverri gevst helst á hægsta støði SíÐa 36 HB setti meistararnar úr Montenegro uppá pláss SíÐa 38 1 Leygardagur 31. juli 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Ein væl eydnað ólavsøka uttan (korona) skil Ólavsøkan er lokin–veðrið var fantastiskt, og nógv fólk hugnaðu sær í høvuðsstaðnum. Men hesir góðveðursdagarnir vístu okkum, at onki fantilsi er á hvussu koronatilmælini verða handfarin her á landi. Í summum førum gjørdist støðan grotesk. Í sjónvarpinum sóðu vit, hvussu prestar, politikarar og embætisfólk vórðu spjadd kring alla dómkirkjuna í tryggari koronafrástøðu, fyri síðan at halda leiðina út í býin, har onki tilmæli var hildið, í hvussu so er ikki hvat frástøðu viðvíkur. Prestar, politikarar og embætisfólk, sum ikki kundu sita saman í kirkjuni, marsjeraðu eins og tey eru von. Fólkið stóð líka so tætt fram við skrúðgonguni, sum tey altíð plaga. Kravið um, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast á einum stað var ein býur í Kina, og undir tinghúsanum trokaðust prestar, politikarar og embætisfólk saman við sangkórinum fyri at syngja øll trý ørindini av tjóðsanginum í felag. Hóast tað at syngja er tað farligasta vit kunnu gera saman, sambært serfrøðini. Á midnátt legði Føroya fólk vertin í øll tilmæli og savnaðist–eins og tey plaga–á Vaglinum at syngja Vágagellu og Kom & dansa. Einasti munur var, at ongin sang fyri. Mannafjøldin var–at síggja til–eins stór, og hon plagar at vera. Hvussu nógva ferðir 500 fólk vóru savnað, er tað helst ongin sum veit. Neyvan er nakar myndugleikapersónur, ið var ella er áhugaður í at telja heldur. Uppaftur meira groteskt gjørdist tað seinni út á náttina–tá Tórshavnar kommuna, fyrireikarin av koronatryggu ólavsøkuni, bar so í bandi, at allir ólavsøkugestir fingu høvi at síggja finaluna í olympiskari einskullararógving yviri í Tokyo beinleiðis á risastórum sjónvarpsskíggja, ið varð hongdur upp á Kongabrúnni. Ongin áheitan um heldur at fara heim at hyggja eftir Sverra Sandberg. Nei–trokið tykkum heldur saman, so at vit kunnu fáa eitt felags tjóðarsavnandi upplivilsi saman. Tiltakið var fínt og væleydnað uttan at nakar datt á sjógv, tíbetur. Tíverri megnaði Sverri ikki at liva upp til egnar málsetningar um heiðursmerki, men tað ger ikki hansara avrik slakari, tí tað var eitt bragd, vit upplivdu. Samanumtikið tora vit at halda fast um, at ólavsøkan í ár á ongan hátt yvirhelt galdandi koronareglur, men vit vita eisini, at ongin fer at gera nakað við tað. Eftir sita teir fyrireikarar, ið ikki kundu halda síni tiltøk, tí tey virdu tilmælini frá tí almenna. Við skegginum í postkassanum tí tey hava mist stórar inntøkur, eitt nú til at reka sjálvboðið ítróttaligt ella mentanaligt virksemi. Summi sleppa–onnur ikki. Nei, onki skil er í yvirhøvur. Líka mikið um talið av smittaðum eftir ólavsøku fer at eksplodera ella ikki. Hvørki høvd ella hali er í, og brot á reglurnar fáa jú heldur ikki avleiðingar, serliga tá tað eru landsins allar hægstu menn, sum ganga á odda at bróta reglurnar. Her dumpaðu bæði løgmaður og borgarstjóri-við glans. Einasti av hesum landsins kosnu monnum, sum kom gjøgnum hátíðina, so nøkulunda við skinninum á nøsini, var bispur. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 8875 Lisnar síður: 31978 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 31. juli 2021 Minti politikararnar um at liva lívið Kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt eina ópolitiska prædiku fyri landsins kosnu SkrivaÐ:“ Tonk at lívið kostar lívið” var útgangsstøðið í ólavsøkuprædikuni, sum kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen, helt fyri landsins kosnu kvinnum og monnum í dómkirkjuni í dag, ólavsøkudag. Prædikan gjørdist ongantíð politisk, beinleiðis, men var ein staðilig áheitan á at taka upp lívsins avbjóðingar og fylkjast um krossmerki Ólavs heilaga. Ólavsøkan minnir okkum um hvat tað er, sum sjóðar okkum føroyingar saman tvørtur um ósemjur annars og persónligar preferansur. Tí vit eru fødd inn í henda felagsskap, ella tilvitað hava valt at flyta inn í felagsskapin. Áheitanin til politikararnar var tí orðið“ Effata–opna teg”, hjá Markus evangelisti. At tora at opna seg fyri Guði, fyri lívinum, fyri medmenniskjuni og fyri sær sjálvum–eisini hóast krossurin hjá tí einstaka kann vera tungur at bera. Maria Jørðdal Niclasen stuðlaði seg til nógv mæt skøld í síni prædiku. Umframt evangelistin úr bíbliuni eisini Jørgen Gustava Brandt, Pól F. Joensen og Søren Kierkegaard, men eisini yngri skøld, Teit Lassen, sum minnir á at mistøk kunnu gerast meistaraverk og Daniu O. Tausen og hennara áheitan:“ Skál fyri okkum, sum hvønn dag royna okkara besta”. Ólavsøkugudstænastan var aftur í ár fyri afturlatnum hurðum, tað vil siga, bert fyri innbodnum. Eitt vælljómandi Kvívíkar sangkór undir leiðslu av Boga K. Mouritsen stóð fyri sanginum. Eftir gudstænastuna fóru politikarar, embætisfólk og prestar í skrúðgongu niðan á Tinghúsvøllin, har tey vóru móttikin av einum væl mannaðum og kvinnaðum kóri undir leiðslu av Bernharði Wilkinssyni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021 3 Leygardagur 31. juli 2021-Sverri Sandberg er fyrimyndin hjá okkum øllum Eins og rógvarin úr Miðvági setir landsstýrið sær eisini høg stavnhald-tá ferðin vónandi skjótt verður sett uppaftur, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað í røðu síni á tingi í dag SkrivaÐ: Løgmaður brúkti føroyska OL-rógvaran, Sverra Sandberg Nielsen, úr Miðvági sum fyrimynd og útgangsstøði, tá hann í dag greiddi løgtinginum og Føroya fólki frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri komandi árið. “ Trivnaður, tryggleiki, vøkstur” er stavnhaldið, tá Føroyar vónandi skjótt koma upp í fulla ferð aftur, segði Bárður á Steig Nielsen. Og málsetningurin er høgur. Eins og Sverri úr Miðvági hevur sum stavnhald at vera heimsins besti rógvari, ætlar løgmaður, at Føroyar skulu gerast millum bestu samfeløg. Skapa eitt samfelag í serflokki“ Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi”, segði løgmaður. -Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki. Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir, legði hann afturat. Í røðu síni kom løgmaður inn á hópin av økjum, sum landssstýrið ætlar at gera nakað við fyri at skapa trivna, tryggleika og burðardyggan vøkstur. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna at fáa til vega bústað til øll, ið leita eftir onkrum at búgva í. Hetta skal gerast við Bústøðum og í góðum samstarvi við vinnuna. Landsstýrið hevur eisini sett sær fyri, at útlendingar ikki skulu seta seg á allar bústaðirnar, og bert fáa loyvi at keypa býli eftir umsókn. Koyra til Suðuroyar áðrenn 2030 Strandferðslan skal eisini hevjast til at gerast ein viðspælari, sum skapar trygd og trivnað í samfelagnum, og tí eru ávís økir her, sum skulu endurskoðast. Suðuroyartunnilin er nú ein ítøkiligur málsetningur hjá landsstýrinum, og løgmaður lovaði, at koyrandi verður innan 2030. Á búskaparliga økinum roknar løgmaður við, at hall verður í landskassanum aftur í ár, eins og í fjør, orsaka av koronastøðuni, men seinast í 2023 skal landskassin aftur geva avlop, sum líðandi skal vaksa, fyri at minka um skuld og verja móti ringari tíðum. Løgmaður nam eisini við støðuna á arbeiðsmarknaðinum og staðfesti, at støðan við verkføllum ikki er haldgóð. -Vit mugu tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast, segði løgmaður. Nýtt fongsul Løgmaður avdúkaði eisini, at landsstýrið nú arbeiðir við at fáa bygd eitt nýtt fongsul í Føroyum. Fongsulsviðurskiftini eru ikki nøktandi, segði løgmaður:-Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg. Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin. Eisini nam hann við tørvin á at tálma oljunýtsluni á landi, og boðaði frá, at uppskot um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk verður lagt fram í heyst. Vil hava burðardyggan makrelfiskiskap aftur Og tá tað kemur til burðardyggleika vísti løgmaður á, at støðan viðvíkjandi makrelfiskiskapinum als ikki er nøktandi, nú Føroyar og Noreg hava ásett egnar kvotur. “ Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021 4 Leygardagur 31. juli 2021 Leggja seinastu hond á Ruth Vit hava vitjað umborð á Ruth, sum liggur á Karstensens Skibsværft í Skagen. Um nakrar vikur skal skipið handast kvívíkinginum Gullak Madsen Á brúnni vóru menn í holt við at fáa skíggjarnar upp at koyra SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Greinin er gjørd í samstarvi við Fishfacts Føroyingurin Gullak Madsen, sum er búsitandi í Hirtshals, fær sín annan nýbygning handaðan um ein mánað. Í vikuni vóru vit umborð á snotiliga uppsjóvarskipinum, sum danskir miðlar hava umrøtt sum eitt 5-stjørnað gistingarhús fyri manningina. Talan verður um eitt framkomið uppsjóvaskip, sum er knappar 90 metrar langt, og 18 metrar breitt, sum er eitt vet størri enn gamla Ruth, sum varð seld til Norra í fjør. At siga“ gamla” Ruth er kanska í so nógv sagt, tí skipið varð bygt á Karstensens Skibsværft í 2016, og var fyrsti nýbygningurin hjá Gullak Madsen. Nýggja Ruth verður tó eitt vet størri, og fer at lasta umleið 3700 tons, sum eisini er nakað meira enn undanfarna Ruth. Umborð eru 16 kølitangar, og skipið hevur alla tí framkomnastu tøknina. Skiparar verða føroyingarnir Mikkjal Godtfred og Hans Jacob Petersen, sum báðir hava siglt við Ruth í nøkur ár. Eins og undanfarna Ruth skal hendan Ruth fiska svartkjaft, makrel, sild og annan uppsjóvarfisk, sum verður nýttur bæði til matna og ídnað. Við nýbygninginum tekur føroyingurin Gullak Madsen í Hirtshals aftur heitið sum reiðari á størsta fiskiskipinum í Danmark. Nýggja Ruth verður tveir metrar longri og ein knappan metur breiðari enn Ruth frá 2016, men missir heitið aftur tá ið Henning Kjeldsen yvirtekur nýggju Gitte Henning. 23 66 03 ella á lysingar @ knassar. fo. 6 Leygardagur 31. juli 2021 Hildu tað vera eitt ferðamannaskip Serstaka sniðið á nýggja Christiani í Grótinum ger, at ferðafólk í Skagen ikki vita at talan er um eitt fiskiskip SkrivaÐ: Sverri Egholm "Hvat er hetta fyri eitt skip? Tað líkist einari marglætisjátt ", segði eitt ferðafólk í Skagen, sum Portalurin tosaði við seinnapartin. Ein donsk kvinna, helst búsitandi í Skagen, sum vit møttu løtu seinni, fekk heldur ikki greiði á hvat slag av skipi talan var um. Nakrar tímar frammanundan var sleiparin Formidable komin úr Pólandi til Skagen við skrokkinum av Christiani í Grótinum, sum er nevyt líkur tí hjá Ruth, sum liggur við somu bryggju og skal vera liðug í heyst. Munurin sæst serliga á brúnni, sum er serstøk í mun til onnur uppsjóvarskip, sum vit hava sæð seinastu árini. Skrokkurin er 90 metrar langur og 17-18 metrar breiður. Kostnaðurin er umleið 300 milliónir, og skipið skal eftir ætlan latast reiðarínum í januar. Vit tóku myndir tá skrokkurin kom til Skagen Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 7 Leygardagur 31. juli 2021 Føroyingur vunnið eina millión í Lotto Tað var ein Lotto-spælari í Havn, sum farna vikuskifti var so heppin at vinna (Savnsmynd) SkrivaÐ: Leygarkvøldið var ein føroyingur so heppin at vinna eina millión krónur í Lotto. Umframt vanliga Lotto-vinningin til tann, sum er so heppin at fáa sjey røtt tøl (sum hesaferð var 13 milliónir) verður eisini drigið um tveir vinningar á eina millión hvørja viku millum spælararnar–Millionærgarantien. Sambært Danske Spil spældu báðir vinnararnir við umvegis danskespil. dk, men úr hvør sínum enda av kongaríkinum. Eini millióningurin sat í Lemvig í Vesturjútlandi, meðan hin sat í Havn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 8 Leygardagur 31. juli 2021 50 av hesum el-rennihjólunum komin til landið Rennihjól sum kunnu leigast umvegis eina app eru nú komin til Føroya. Eitt byrjunargjald upp á 6 krónur fyri túrin, og síðani 2 krónur um minuttin (Mynd: Hopp) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fríggjadagin lat nýggj tænasta upp fyri havnarborgarum og øðrum, ið ferðast í havnargøtum. Tað eru eyðkendu el-rennihjólini, ið seinastu árini eru vorðin partur av býarmyndini í stórbýum kring okkum. Íslendski veitarin Hopp stendur aftan fyri tænastuna. Hjá Hopp er altíð talan um sonevnt franchise, har lokalar kreftir reka tænastuna sum loyvishavarar. Hetta tryggjar, at atlit vera tikin til býin, og at tænastan er so góð fyri brúkaran sum til ber. Í Føroyum er tað Ebbi Asgeirsson, ið er loyvishavari, og fer at reka fyritøkuna. Í hesum sambandi eru 50 akfør komin í Havnargøtur. Havnin er tíggjundi býurin, har Hopp veitir el-rennihjól bíliga og ómaksleyst til leigu. Fyritøkan hevur við góðari eydnu, veitt tænastuna í býum sum Reykjavík, Akureyri, Egilsstøðum og Costa Blanca. Í næstum verður Hopp eisini at finna í Miami, umframt býum í Kosovo og Rumenia. Hopp man vera eitt tað størsta frambrotið í umleggingini til grøna orku í ferðsluni í Føroyum. Rennihjólini vera el-drivin, eins og bilarnir, ið viðlíkahalda tey eisini eru el-drivnir. Hetta kann lætta munandi um ferðsluna í miðbýnum, og kann saman við bussunum vera eitt veruligt alternativ til bilin. Tað er bæði bíligt og ómaksleyst at brúka akførini. Tú tekur niður appina Hopp Scooters, stovnar tær ein brúkara og leggur gjaldskortið inn. Tú leggur telefonina í rennihjóli, og so ert tú klárur atkoyra. Eitt byrjunargjald á 6 krónur er fyri hvønn byrjaðan túr, eftir hetta rindar tú 2 krónur um minuttin. Til ber at seta akfarið í biðistøðu. Tá er minuttgjaldið 1 krónu um minuttin. Akførini hava hámarksferð á 25 km/t, og eru sera vælegnað til styttri túrar. Hvørt akfar kann koyra 45 km fyri hvørja løðing. Hopp Tórshavn hevur støðugt eftirlit og heintar akførini inn til løðingar og viðlíkahald, tá tørvur er á tí. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 9 Leygardagur 31. juli 2021 Myndugleikarnir søgdu at koppsetti tú teg, slapst tú á ólavsøku-tað passar bara ikki heilt Bara fýra dagar áðrenn ólavsøku gjørdu myndugleikarnir enn eina roynd at fáa fólk at koppseta seg. Hesaferð við ólavsøkuni sum gularót. Trupulleikin er bara tann, at tað tekur átta dagar frá at vaksinan verður sproytað, til hon virkar (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm“ Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda”. Soleiðis segði koppsetingarbólkurin í einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum fyri nøkrum døgum síðani. Seinastu tíðina hevur tað gingið nakað seinni at koppsett, enn tað kundi, og tað hevur fingið myndugleikarnir at gera ymsar royndir at lokka fólk. Trupulleikin er bara, at allur sannleikin var ikki sagdur. Fyri at vera koppsettur, skulu átta dagar ganga aftaná seinna prikið, og tískil er eingin av teimum, sum orsakað av hesari áheitanini hava latið seg prikað, fult koppsettur á ólavsøku. Í besta føri eru tey fult koppsettt leygardagin tá midnáttarsangur og annað langt síðani er yvirstaðið. -Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar, sigur koppsetingarbólkurin. Prikað tvær ferð, men skal í sóttarhald á ólavsøku Í Degi og viku týskvøldið, var innslag um 20 ára gomlu Tóru Hammer, sum skuldi sita í sóttarhaldi á ólavsøku. Hetta hóast hon hevur fingið bæði prikini. Hon hevur verið í samband við ein smittaðan, og tað merkir at hon skal í sóttarhald í 10 dagar. Fimm dagar vóru gingnir síðani seinna prikið tá Tóra var í samband við ein smittaðan persón, og ikki teir átta dagarnir, sum skulu til fyri at sleppa undan sóttarhaldi. -Eg fekk at vita, at um man bleiv koppsettur, kundi man fara á ólavsøku, men nú skal eg allíkavæl sita inni í 10 dagar, sigur Tóra Hammer við Dag og viku. Michael Boolsen ásannaði í Degi og viku, at tað kundi vera ógreitt, at koppsetingarbólkurin var komin við hesum fimm dagar undan ólavsøku, men vísti á, at hetta við teimum átta døgunum eftir seinna prikið, hevur verið galdandi frá byrjan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 10 Leygardagur 31. juli 2021 Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv frá Tórshavnar kommunu Í grundgevingini stendur, at sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus, sum klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimmti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og róm á Vaglinum. Víðari verður sagt, at fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin, og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar. Fyri virki teirra vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs. Bøkur eru skrivaðar um tey á norskum og føroyskum. Í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni. Í heiðursbrævinum verður nevnt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku. Hann hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini. Erna andaðist í 2016. Njál takkaði fyri heiðurin og gleðir seg til enn einaferð at luttaka í í ólavsøkuhaldinum hjá Frelsunarherinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 11 Leygardagur 31. juli 2021 Rúna Ingunardóttir sett sum kommunuskrivari í Vestmanna Rúna Ingunardóttir er 39 ár og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum–hon byrjar í starvinum 1. august (Mynd: Vestmanna kommuna) SkrivaÐ: 39 ára gamla Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna, boðar Vestmanna kommuna frá á heimasíðuni. Rúna Ingunardóttir hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum sínar royndir hevur hon eisini fingið innlit í tað politisku skipanina. Rúna er útbúgvin altjóða fólkaskúlalærari og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon lisið samfelag og mentan á lærda háskúlanum í Sevilla. Rúna tekur við starvinum sum kommunuskrivari 1. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 12 Leygardagur 31. juli 2021 Vilja skunda undir koppsetingina í Vágum Kommunurnar í Vágum vilja hava koppseting framda í Vágum við tí vón, at fleiri lata seg koppseta og at fáa floksimmunitet. At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, verður sagt Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Higartil hevur tað einki alment tilboð verið til fólkini í Vágum at fáa koppseting ímóti Korona í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvág kommuna nú gera okkurt við, verður sagt í tíðindaskrivi. Vága- og Sørvágs kommunur hava sent fyrispurning til landið um at fáa kopseting framda í Vágum. -Við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Vágar eru serliga útsettar tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum, vilja kommunurnar vera við. Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum, at vera fyrsta oyggj sum fær floksimunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna myndugleikanum. Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna enn, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarar, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av koronu. Sambært almennu hagtølunum eru tey væl við í Vágum. 78 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prikið og 58 prosent hevur fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 13 Leygardagur 31. juli 2021 Fleiri søktu inn í Føroyum 762 ung í Føroyum søktu inn á hægri lestur–455 søktu inn á Setrið, og 307 søktu inn í Danmark. Tey, sum ikki eru sloppin inn á dreymaútbúgvingina í Danmark kunnu søkja inn, har lestrarpláss enn eru tøk (Savnsmynd) SkrivaÐ: Í ár søktu 762 ung í Føroyum inn á hægri lestur. Tey, ið høvdu søkt inn á Setrið fingu svar fyrr í hesum mánaðinum, og tey, ið søktu inn í Danmark fingu svar 28. juli. Sambært Vegleiðarastovuni søktu 455 inn á Setrið, meðan 307 søktu inn í Danmark. Av teimum 455, sum søktu inn á Setrið, fingu 313 bjóðað lestrarpláss. Vegleiðingarstovan hevur samanborið upptøkuna seinastu árini, og í ár sær út til, at miðaltalið fyri at sleppa inn generelt er lægri. Kortini er miðaltalið hækkað á onkrum útbúgvingum. Eitt nú á Psykologi í Aalborg har miðaltalið í ár er 10,1, ímóti 9,8 í fjør. Ímeðan er miðaltalið lækkað á øðrum útbúgvingum. Eitt nú er miðaltalið fyri at lesa medicin í Keypmannahavn 10,5 í ár, ímóti 10,6 í fjør. International Business á Copenhagen Business School, ið var 11,3 í fjør, er í ár 11,1, og miðaltalið fyri at sleppa inn á Humanistisk Bacheloruddannelse í Roskilde er lækkaður úr 6,8 niður í 6,3. Sama gongd sæst eisini á Fróðskaparsetrinum til sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærara og námsfrøðing. Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Í fjør var kravda miðaltalið fyri at sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði 8,2, men í ár er tað 7,7. Á fólkaskúlalæraraútbúgvingini er talið lækkað úr 8,3 niður í 7,6. Í fjør skuldu tey, ið vildu lesa námsfrøði hava í minsta lagi 7,0 í miðal. Í ár er talið 6,3. Ung, sum ikki eru sloppin inn á ynsktu útbúgvingina í Danmark hava nú møguleika fyri at søkja tøk lestrarpláss. Eitt yvirlit yvir tøk lestrarpláss, og hvussu mannagongdirnar eru fyri at søkja, sæst á www. vegleiding. fo. Dømi um útbúgvingar, har enn eru tøk pláss, eru Datalogi á DTU, Bygningsverkfrøði á Aalborg Universitet, og Musikvidenskab á Aarhus Universitet. Talið á tøkum lestrarplássum á Setrinum er ikki alment enn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021 14 Leygardagur 31. juli 2021 Faer Isles Distillery fingið umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av whisky og ginn Virkið í Vestmanna fer at framleiða umleið 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið SkrivaÐ: Hósdagin í farnu viku fekk Faer Isles Distillery P/F inni á Fjørð í Vestmanna umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av ginn og whiskey, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni. Faer Isles Distillery fer at framleiða umleið 120 tons av whisky og 100 tons av ginn um árið. Umleið 200 tons av kókaðum malti–draff–kemur frá framleiðsluni árliga, og tað kann m. a. endurnýtast sum kraftfóður til neyt, og tí hevur Faer Isles Distillery gjørt avtalu við MBM um at taka kókaða maltið. Faer Isles Distillery søkti um umhvørvisgóðkenning til framleiðsluna í oktober í fjør. 17. juni í ár fekk Umhvørvisstovan síðani eina dagførda umsókn um umhvørvisgóðkenning, av tí at munandi broytingar vórðu gjørdar í virkseminum í mun til upplýsingarnar, sum vórðu latnar í fyrru umsóknini. Harumframt hevur Umhvørvisstovan fingið frágreiðing um framleiðsluna, tekningar av innrætting, og yvirlitsmynd yvir virksemið. Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast, og freistin at kæra er 20. august. Kærur verða sendar Umhvørvisstovuni, sum síðani senda tær víðari til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 15 Leygardagur 31. juli 2021 Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá at taka skeljar í løtuni Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði í juli mánaði hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum oman fyri markvirðið, og tí verður frámælt at taka skeljar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni (Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan) SkrivaÐ: Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá, at skeljar verða tiknar í Kaldbaksfirði, Sundalagnum, Skálafjørðinum og Kollafirði í løtuni. Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði her í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið. Samstundis hava algukanningar av sjógvi úr Kaldbaksfirði staðfest, at talið á algum er omanfyri tað, sum verður mett ráðiligt, skal skeljavøra vera egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kaldbaksfjørður er partur av alguøki 1, og alguøki 1 umfatar: 1a. Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð; 1b. Skálafjørð; 1c. Kollafjørð og Kaldbaksfjørð; 1d. Sundalagið norðan fyri Streymin. –Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar í firðum í øki 1. Algueiturevni kann føra við sær, at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta hesar skeljar í løtuni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 16 Leygardagur 31. juli 2021 Street food á Frúutrøð í summar Tórshavnar kommuna hevur sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og skapa eitt street food-umhvørvi–matvognar kunnu leiga sær pláss á økinum, sum í fyrstu atløgu kann nýtast frá 30. juli til 31. august (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Tórshavnar kommuna hevur nú sett eitt øki av í býnum, har matvognar kunnu savnast og fáa høvi at skapa eitt street food-umhvørvi. Kommunan hevur funnið eitt øki á Frúutrøð, sum verður sett av til endamálið. Økið er 360 fermetrar til støddar. Kommunan stillar borð, benkur og ruskbingju á økið og tryggjar, at vatn og streymur er tøkt. Allir matvognar, ið hava neyðugu løggildingina frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eru vælkomnir at nýta økið, skrivar kommunan á heimasíðuna. Tey, ið hava hug at leiga sær eitt pláss kunnu senda eina umsókn við upplýsingum um vøru, ábyrgdarhavandi og søludagar umframt mynd av vogninum til Visit Tórshavn. Sølan kann síðani byrja, so skjótt loyvi er tillutað. Økið kann í fyrstu atløgu nýtast frá 30. juli fram til 31. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2021 17 Leygardagur 31. juli 2021 Nýtt mattorg á kaiini í Havn Nú eru trý matstøð á økinum við Havnarveg, har tað einaferð var kaffivognur SkrivaÐ: Tíðindaskriv Beint fyri ólavsøku lótu tvey nýggj matstøð upp á Havnarvegi 15 í Havn, á staðnum, har kaffivognurin einaferð stóð og har Angus eisini er nú. Tey nýggju støðini eru Mungo, sum er eitt útvið stað og so Pylsuvognurin, sum vit kenna hann, tó í nýggjum hami. Sostatt eru trý matstøð savnað á einum stað á havnarlagnum í Havn. -Vit eru sera fegin um, at kunna bjóða okkara viðskiftafólki eitt fjølbroytt matstað, har tú kanst fara á eitt stað og fáa júst tað tær lystir, sigur leiðarin fyri matstøðini, Sally Rasmussen. Í Angus ber til at sita niðri og eta av eini steakhouse matskrá, í Mungo kanst tú bíleggja á netinum og heinta matin og í Pylsuvogninum, kanst tú ganga beint inn bíleggja tær mat og standa inni og eta. -Vit hava bygt út, so ein bygningur kundi hýsa øll støðini. Tó er maturin tann sami í Angus og Pylsuvogninum, sum fólk kenna tað.” , greiðir Sally frá. Mungo nýtt matstað Mungo er eitt nýtt matstað, har ein bert kann bíleggja út við á netinum. -Við Mungo er tankin, at tú kanst bíleggja alt frá pitsa og burgara, til høsnarungaveingir og Angus steak skjótt og lætt. Tað er einans gjørligt at bíleggja á netinum, og so fært tú eini smsboð, tá maturin er klárur at heinta, sigur Sally Rasmussen. Mungo hevur lagt seg eftir at vera so umhvørvisvinaligt sum gjørligt, leggur Sally afturat. -Tí nýta vit umhvørvisvinaligt pakkitilfar, og vit selja bert sodavatn í fløsku, fyri at sleppa undan einnýtiskoppum og súgvirørum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 18 Leygardagur 31. juli 2021 Føroyskir bryggjarar hava tørv á felags rødd Ynski eru um at kunna seljar allar vørur frá egnari sølubúð. Tað hevur stóran týdning fyri raksurin hjá nógvum virkjum í Føroyum eftirhondini (Mynd: Ingi Samuelsen) SkrivaÐ: Fyritøkurnar, sum bryggja og brenna sterkan løg í Føroyum, hava ein tørv á einum samskipaðum netverki, so at teirra áhugamál eisini verða hoyrd, serliga í sambandi við broytingar í rúsdrekkalóggávuni. Eisini tí, at hesar fyritøkur hava sterk ynski um at ávísar broytingar verða gjørdar. Her verður serliga hugsað um at fáa loyvi at selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum. Millum annað hetta kom fram á eini ráðstevnu um brygging í Føroyum, sum varð hildin á Setrinum í undanfarnu viku. Upprunaliga var ætlanin, at henda ráðstevnan skuldi haldast úti í Dímun, men hóast sólin skein av heiðum himni í Havn og øllum oyggjunum norðan fyri Skopunarfjørð, so var ikki komandi út til Dímunar orsaka av mjørka. Heldur ikki var hugsingur um at sleppa út í oynna sjóvegis orsaka av runi í sjónum. Ráðstevnan varð tí flutt til hølini hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tað var Útoyggjafelagið, sum skipaði fyri tiltakinum í samstarvi við Matkovan, sum er eitt felag hjá Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, ið samstarvar við føroyskar matframleiðarar, serliga fyri at stimbra burðardygga gastronomi. Júst brygging kann vera áhugaverd fyri fólk á útoyggj, eins og fólkini á Dímunargarði hava víst á. Fleiri fyritøkur í vinnuni Tað er rættiliga nógv fleiri fólk, sum hava vinnuligan áhuga í hesari vinnuni, en ein kanska gevur sær far um. Innan brygging av øli eru trý bryggjarí virkin í framleiðsluni í løtuni, nevniliga Føroya Bjór í Klaksvík, Okkara á Velbastað og Biskupskelda í Vági. Í Havn verður skjótt klárt hjá fjórða bryggjarínum, Oy, at fara til verka í vinnubygningi á Hálsi, og onnurt annað slag av brygging er eisini komið so langt, at farast kann undir at bryggja føroyskan mjøð innan langa tíð. Innan annað slag av sterkum løgi, kann nevnast rótabryggið hjá dímunarfólkunum, fleiri ymsar brennivínsframleiðslur og eisini stórar ætlanir við whiskyframleiðslu, nevniliga ætlanin hjá Einar’ s Distillery í Klaksvík og Faer Isle Distillery í Kvívík, sum ger seg til at byrja framleiðslu av ginni í fyrstu atløgu í leigaðum vinnuhølum í Vestmanna. Neyðugt at selja sjálvi Á ráðstevnuni, har fleiri av fyritøkum høvdu framløgur og greiddu frá sínum virksemi, kom fram, at tað er alneyðugt hjá fyritøkunum at sleppa at selja sína vøru sjálvi. Í løtuni hava bryggjaríini loyvi at selja sínar vørur, men bert upp til 5,8 prosent, sum var ovara markið fyri ølbrygging til fyri nøkrum árum síðani, tá henda avmarkingin varð broytt, so at bryggjaríini kundi bryggja sterkari øl, eins og Rúsan eisini slapp at flyta inn øl yvir 5,8 rúmprosent. Men bryggjaríini sleppa ikki at selja hesi bryggj sjálvi. Øl yvir 5,8 prosent kann bert seljast í Rúsuni. Tí royna bryggjaríini í størstan mun framvegis at halda seg undir hesum 5,8 prosentunum, tí júst sølan úr egnari búð hevur alstóran týdning fyri raksturin og umsetningin hjá fyritøkunum. Eitt nú byggir konseptið hjá Faer Isle Distillery, har stór byggiætlan liggur klár at fara undir oman fyri Kvívík, í stóran mun á sølu av egnum vørum. Ein serligur partur av verkætlanini er eitt sokallað‘ visitor-centre’ eins og so nógv onnur whisky-distillarí aðrastaðni hava. -Júst eginsøla fyllir ein stóran part av umsetninginum hjá nógvum fyritøkum, sum brenna whisky, vístu stigtakararnir á, og tí er tað av alneyðugum týdningi, at tey sleppa av selja vøruna áðrenn farið verður undir at byggja hendan partin av verkætlanini, kom fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 19 Leygardagur 31. juli 2021 Endurskapa Grønadamm yviri við Strond Í vikuni vóru borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast SkrivaÐ: Tíðindaskriv Stórur áhugi hevur verið í at fáa Grønadamm yviri við Strond í Havn aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann. Økið er býtt í nógvar matriklar, harav kommunan eigur nakrar, men hinir eigararnir hava fegnir givið sína játtan til at farið varð undir arbeiðið. Brynjolvur (Bynne) Lamhauge og Einar Djurhuus standa fyri arbeiðnum. Bynne sigur, at Grønidammur er sera gamal, eitt nú veit hann at siga, at Rasmuss Effersøe lærdi børn at halda sær uppi í hylinum. Dammurin varð brúktur upp í sjeytiárini, men so fyltist alt við gróti í uppgangi. Navnið Grønidammur komst av, at grønur tari vaks allan vegin runt í hylinum, sum upprunaliga var á leið 14 ferðir 14 metrar til støddar. Har var altíð frískur sjógvur orsakað av at flóð og fjøra skolaði inn og út. Í vikuni vóru borgarstjórin, Heðin Mortensen, og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, og vitjaðu úti við Grønadamm. Støða skal nú takast til, hvat gerast skal við grótið og hvussu atkoman skal gerast. -Her skal gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt“ skiftirúm” skal gerast á økinum, siga Heðin Mortensen og Tróndur Sigurdsson. Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í upprunastand. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 20 Leygardagur 31. juli 2021 CO2-útlátið bara veksur Seinastu fýra árini er útlátið vaksið meira enn 25 prosent vísa nýggjastu hagtølini frá Umhvørvisstovuni Stórur partur av útlátinum stavar frá el- og hitaframleiðslu (Savnsmynd: Pól Sundskarð) SkrivaÐ: Samlað útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020 var 1,3 milliónir eindir av CO2, sum er 4,7 prosent hægri enn í 2019. Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi, serliga CO2, var rættiliga støðugt fram til 2016, øktist útlátið ógvusliga í 2017 við nærum 20 prosentum. Í 2018 var vøksturin 12 prosent, í 2019 6 prosent og í fjør var vøksturin sum nevnt knøpp 5 prosent. Seinastu fýra árini er útlátið vaksið meira enn 25 prosent. Um vit ikki rokna bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum við, var útlátið í 2020 1,0 millión tons av CO2 eindum, sum er 3,6 prosent hægri enn í 2019 og vøksturin seinastu fýra árini hevði verið knøpp 50 prosent. Áleið 87 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2020 stavaði frá nýtslu av brennievni. Eins og vanligt, áttu fiskiskipini eisini í 2020 størsta partin, góð 40 prosent, av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi. Býtið millum føroysk og útlendsk fiskiskip er nærum helvt um helvt, tey útlendsku hava tó munin. Útlátið frá fiskiskipum øktist við 1,7 prosentum í 2020 í mun til 2019. Næststørsti bólkurin var el- og hitaframleiðsla, sum átti 14 prosent av samlaða útlátinum. Útlátið frá elframleiðslu øktist 0,8 prosent í 2020 í mun til 2019. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 21 Leygardagur 31. juli 2021 ES verkætlan á 24 milliónir krónur fer av bakkastokki Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvinum” RASOPTA-Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur gingið 24 milliónir frá ES–Høvuðsendamálið er at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku (Mynd: hfs. fo) SkrivaÐ: Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum” RASOPTA-Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió. krónur í HORIZON 2020 ES stuðli. Stuðulin er latin innan skipanina ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD-lesandi í átta ymiskum londum í Evropa. Í hesum sambandi søkir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í løtuni eftir einum PhD-lesandi. RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, níggju vinnufyritøkur, og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju). Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Fyri at skapa tær breiðu loysnirnar eru tær ymisku PhD-verkætlanirnar samantvinnaðar og snúgva seg um ítøkiligar avbjóðingar í vinnuni, og tey lesandi fáa eitt tvørfakligt innlit við eisini at arbeiða á øðrum stovnum og fyritøkum enn har, tey eru sett. Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi. Føroyska luttøkan í verkætlanini er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu, og umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, luttaka eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar úr Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021 22 Leygardagur 31. juli 2021 Tørvurin er stórur á ADHD/Autismuvegleiðing Feløgini handan vegleiðingina hava fingið fleiri fyrispurningar enn væntað, og tí er avgjørt at hava vegleiðingina tøka alt summar Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, og Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum (Savnsmynd) SkrivaÐ: ADHD/Autismuvegleiðingin sum byrjaði 1. juni, hevur fingið væl fleiri fyrispurningar enn væntað. Tí hava feløgini handan vegleiðingina–ADHD-felagið og Autismufelagið–valt, at hava vegleiðingina tøka alt summar á telefon og teldupost. Eisini ber til at koma til eina viðtalu og fáa hjásiting eftir avtalu. –Vit høvdu sjálvandi eina hóming av, at tað var stórur tørvur á vegleiðing, men eru bilsin yvir, hvussu nógv mál hava verið, og hvussu tung og fløkt fleiri teirra eru, skriva feløgini í tíðindaskrivi. –Mál eru um fyrisitingarligar avgerðir og kærur, ið vit fara til botns við. –Sernámsfrøðin og vitanin innan Autismu og ADHD er lutfalsliga nýggj og mennist við rúkandi ferð. Tað merkir, at í dag ber til við røttu hjálpini at seta inn við effektivari hjálp, sum tryggja sjálvt teimum, ið eru ringast fyri eitt virkið og innihaldsríkt lív. Áðrenn summarfrítíðina hjálptu vit m. a. næmingum, við at fáa serligar próvtøkuumstøður, tey hava rætt til. Nú fleiri byrja í skúla, vilja vit fegin hjálpa til við at tryggja, at øll fáa neyðugu hjálpina ein hevur rætt til. Somuleiðis hevur stórur tørvur verið til foreldur at børnum og vaksin, sum ynskja ella eru á bíðilista til útgreiningar, hetta fyri at fáa skil á mannagongdum í almennu systemunum. Frá mánadegnum 9. august er skrivstovan opin sum vanligt, men limir í ADHD-felagnum og Autismufelagnum kunnu inntil tá ringja til vegleiðingina ella seta seg í samband við hana umvegis teldupost. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 23 Leygardagur 31. juli 2021 Framsýning: Eyðun av Reyni 70 ár Í sambandi við runda føðingardagin hjá listamanninum verður framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík í dag SkrivaÐ: Í dag, leygardagin 31. juli, verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár, og í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har listamaðurin verður heiðraður við einari serligari fernisering. Ferniseringin verður klokkan 16. Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, setur framsýningina. Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum, og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða. Gutti Winther syrgir fyri ábitnum, og fer at borðreiða við ymiskum bitum. Øll kunnu koma framvið fyri at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum. Um Eyðun av Reyni Eyðun av Reyni er føddur 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálvur av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg Øssursdóttir og eiga tey døturnar Durita og Ingibjørg. Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen's Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy somuleiðis í Keypmannahavn. Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir, og hevur javnan havt framsýningar av verkum sínum síðani 1964. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlands. Aðalsteinn Ingólfsson, rithøvundur, sigur soleiðis frá um listina hjá Eyðun av Reyni. –Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum–eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar í bumminum–rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðun av Reyni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatntøttum litblokkum. –Tað er lætt at síggja í hesum mynstrinum eina tilsiping til arketýpiska føroyska landslagið, sum eldri málarar eins og Mikines og faðir Eyðuns, hin mæti Inválvur av Reyni, hava tulkað. Tískil er áðurnevndi miðdepilin altíð havið, ið sameinir og skilir tær átjan oyggjarnar í Føroyum, sum antin eru svartar sum vetrarskýggin, ið hóttandi kemur niður á tær, ella livandi við hvítum brimi og brúsandi grønum aldum. Forgrundin kann tulkast júst soleiðis: sum eitt landslag fylt við virkni, sum fjølbroyttu formarnir og litirnir rógva fram undir og trýsta og toga hvør annan, stuðla hvør annan ella royna at gera hvør annan til einkis. Vit síggja, at Eyðun málar samansetingar av litblokkum við báðum endunum á penslinum, bæði kustinum og spíska skaftinum, og skapar zig-zag mynstur ella krutl, ið týkjast at sipa til formar, sum liva óheftir av náttúruni. –Aftast í málninginum hjá Eyðuni er altíð minnið um landslagið hinumegin eina og hvørja strond og eitt og hvørt ljóð, kanska eitt eiði, eitt fjall, formurin á einum róðrarbáti ella bergini undir medrutum skýggjum, og soleiðis verður dentur lagdur á stórbæri í tí loddrætta og vatnrætta. Ella skuldi landið ikki verið við, hava vit tað endaleysa Norðuratlantshavið, ið er sum ein gjøgnumheilur múru úr vatni, sum røkkur upp ígjøgnum á løriftinum, ella sum rennur saman við tey eins hóttandi skýggini. At nevna bara okkurt av náttúruelementunum, ið Eyðun sipar til, við navni man vera torført, tí málningar hansara eru sum fagur skaldskapur og snúgva seg um nógv meira enn landsløg í Føroyum og havið kring Føroyar. –Heldur onkur, at tað, ið frammanfyri er lýst, er lætt at spáa um og kann verða sett inn í ein frymil, eigur hann at hyggja aftur, ella betri enn, at ráðføra seg við listasøguna, har vit finna nógvar listamálarar, ei eru nøgdir við minni. Hugsið um Giorgio Morandi og endaleysu frábrigdi hansara av fløskum ella Josef Albers, sum í óteljandi lýsingum fagnar fýrkantinum. –Teir og javnlíkar teirra granska við vilja í tí lítla; men Eyðun av Reyni er sum eit rættur norðurlendskur dramatikari, ið torir at togast við teir stóru tilveruspurningarnar: menneksja afturímóti náttúru, markið millum lív og deyða, náttúran afturímóti sær sjálvari, og at enda spurningurin, ið ber av øllum: Hvat er meiningin við lívinum? Tað er soleiðis fyri ein mann, sum er vaksin upp í einum húski við gudsóttandi brøðrum, at hvussu ofta hann enn er farin skeivur og hvussu langt hann enn er farin frá grúgvuni, liggur hasin spurningurin altíð frammarlaga í tonkunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 24 Leygardagur 31. juli 2021 Trygvi gjørt ein verdugan avloysara til "Atlantic Rhapsody Fríggjadagin var frumframførsla av filminum" 111 góðir dagar ". Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum siga ummælarar um filmin (Mynd: Birgir Kruse) SkrivaÐ: Nýggi spælifilmurin hjá Trygva Danielsen, "111 góðir dagar", varð frumframførdur fyri fullum húsi í Havnar Bio fríggjadagin. Ein "comingcoming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum". "... hesin filmur, sum er bæði slektningur og verdugur arvingi hjá kaleidoskopiska klassikaranum” Atlantic Rhapsody” (Katrin Ottarsdóttir 1989), fer at liva eitt eins langt filmslív á stóra løriftinum bæði innan- og uttanlands og tann filmurin, ið var hin fyrsti føroyski"-. "Í Havnar Bio kunnu vit fara umborð í søguna og fylgja og spegla okkum í aktørunum, leikarunum, lagnunum, ið eru so gerandisligar, at vit beinanvegin verða góð við tey øll. Tey eru vit og tey eru her, speglaði um løriftið. Soleiðis definera vit eina tjóð. Takk fyri løtuna, Trygvi og tit øll, sum skaptu hetta heilrunnað og kollektiva verk. " Soleiðis skriva teir báðir, Birgir Kruse og Ole Wich í sínum ummæli av filminum. Høvuðsleikararnir í "111 góðir dagar", Torkil Tórgarð og Búi Dam (Mynd: Birgir Kruse) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 25 Leygardagur 31. juli 2021 Útsetta mentanarnáttin í Havn verður 10. september Vanliga er mentanarnáttin í Havn fyrsta fríggjakvøld í juni-í ár var hon útsett vegna koronu (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá ið stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið. Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra. Vanliga er mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni, men koronustøðan forðaði fyri henni tá. Nú er støðan lukkutíð ein onnur. Visit Tórshavn hevur ráðført seg hjá koronuráðgevingini, sum metir tað vera ráðiligt at halda eina mentanarnátt 10. september uttan avmarkingar. Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og Visit Tórshavn heitir nú at fólk, feløg og fyritøkur, ið kundu hugsa sær at fingið okkurt við í skánna um at boða teimum frá. Seinasta freist at lata tilfar til skránna er mikudagin 18. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 26 Leygardagur 31. juli 2021 Obama og Springsteen geva bók út Bókin "Renegades: Born in the USA" byggir á podvarpsrøðina hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum og heimskenda rocktónleikaranum Teir báðir, Bruce Springsteen og Barack Obama geva í heyst út bókina "Renegades: Born in the USA" (Mynd: AP) SkrivaÐ: Í februar kom nýggja podvarpsrøðin "Renegades: Born in the USA" á Spotify. Menninir aftanfyri vóru fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama, og heimskendi rokctónleikarin Bruce Springsteen. Í podvarpinum práta teir m. a. um hjúnalag, maskulinitet, rasismu, og hvussu tað er at vera pápi. Í heyst fer so eisini at bera til at lesa samrøðurnar í nýggjari bók. Í bókini, sum eins og podvarpið, eitur "Renegades: Born in the USA", fer mann eisini at finna sjáldsamar myndir av báðum rithøvundunum, umframt handskrivaðar sangtekstir hjá Springsteen og røður hjá Obama við notanum, skrivar RollingStone. Bæði Obama og Springsteen hava eisini skrivað eitt persónligt formæli til bókina, har umrøtt verður, hvat teir báðir hava til felags, og hvørjari tíð, teir liva í. Tað er forlagið Penguin Random House og framleiðslufelagið hjá Obama, Higher Ground, sum samstarva um bókaútgávuna. Bókin kemur úr 26. oktober. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021 27 Leygardagur 31. juli 2021 Joey Jordison deyður, 46 ára gamal Hann var við til at stovna heavy metal-bólkin Slipknot í 1995–hann andaðist mánadagin Joey Jordison var trummusláari í Slipknot fram til 2013 (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Joey Jordison, fyrrverandi trummusláari í heavy metal-bólkinum Slipknot er deyður, 46 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar. Hann svav stillisliga inn mánadagin, sigur familja hansara, men nærri verður ikki greitt frá umstøðunum. Joey Jordison varð føddur í Des Moines í amerikanska statinum Iowa í 1975. 20 ár seinni, í 1995, var hann við til at stovna Slipknot við Shawn Cruhan og Paul Gray. Fýra ár seinni kom debutútgávan hjá bólkinum, og síðani hevur hann selt milliónir av fløgum um allan heimin. Joey Jordison var limur í bólkinum fram til 2013. Hann avdúkaði seinni, at orsøkin til, at hann gavst í Slipknot var, at hann hevði fingið staðfest mønubruna. Slipknot hevur verið ein av best umtóktu tónleikabólkunum í USA. Í 2008 kom Slipknot ovast á hittlistan í USA við lagnum "All Hope is Gone". Joey Jordison hevur eisini spælt gittar í punkbólkinum Murderdolls, umframt at hann spældi trummur fyri fleiri aðrar metalbólkar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021 28 Leygardagur 31. juli 2021 Longboat Energy fyri fullum seglum Við føroyska stovnaranum á odda fer oljufelagið Longboat Energy undir tann fyrsta av sjey brunnum, sum skulu borast á norska landgrunninum Graham Stewart, sum í dag býr í Edinburg, fer í næstum undir eina umfevnandi boriverkætlan í Norðsjónum. Hann er nevndarformaður í nýggja orkufelagnum Longboat Energy SkrivaÐ: Eigararnir av oljufelagnum Longboat Energy, sum áður áttu stóran part av Faroe Petroleum, eru við at skapa grundarlag fyri eini spennandi framtíð í norskari oljuvinnu. Felagið hevur keypt seg inn í 8 loyvi. Ein teirra er Graham Stewart, sum varð maðurin, sum á sinni stovnaði føroyska oljufelagið Faroe Petroleum. Longboat Energy varð stovnað í 2019 av teimum, sum stóðu á odda fyri Faroe Petroleum, ið varð uppkeypt av norska felagnum DNO sama ár fyri 900 mió. dollarar. Graham Stewart, nevndarformaður og Helgi Hammer, sum er stjóri í felagnum, halda, at teir hava møguleikar fyri at halda fram, har Faroe Petroleum mátti gevast, við at byggja upp eitt nýtt Norðsjóvarfelag, sum leggur seg eftir øllum lutum í vinnuni frá leiting og framleiðslu. Helge Hammer er stjóri í felagnum. Í juni mánað kunngjørdi Longboat, at tað hevði keypt seg inn í átta loyvi á norska landgrunninum, sum fevnir um sjey leitibrunnar. Feløgini, sum Longboat samstarvar við, eru Equinor, Idemitsu og Spirit Energy. Longboat hevur útvegað umleið 350 milliónir krónur til at fíggja avtalurnar og til sín part av boriútreiðslunum. Longboat fer eftir 104 milliónum tunnum, sum kunnu geva meira enn 10 milliardir krónur. Longboat fer at eiga millum 9 og 25 prosent ognarlut í teimum átta loyvunum. Í kunning til umheimin sigur Longboat, at tað í august mánað fer undir at bora tann fyrsta av hesum brunnum, leitimiðið Egyptian Vulture við boripallinum Wesrt Hercules. Fyristøðufelagið fyri hesa boring er Equinor og er ognarluturin hjá Longboat 15 prosent. Tað fer at taka fýra vikur at bora brunnin. Næsti brunnurin, sum er partur av keypinum hjá Longboat fer eftir leitimiðinum Rodhetta, har Longboat eigur 20 prosent. Pallurin Scarabeo 8 verður brúktur til hesa boringina. Er talan um eina væleydnaða boring, so kann fundið bindast í Goliat feltið út fyri Norðurnorra. Teir sjey brunnarnir verða boraðir komandi 18 mánaðirnar. Ein gamal kenningur frá oljuleitingini við Føroyar, West Hercules, skal bora fyrsta brunnin, sum Longboat Energy er partur av. Helge Hammer, stjóri, sigur, at tey eru sera spent um at bora henda fyrsta brunnin, síðani felagið varð stovnað fyri skjótt tveimum árum síðani. Borivirksemið er annars við at taka seg upp aftur á norska landgrunninum eftir ringastu koronustøðuna og lágar oljuprísir. Tilsamans 17 leitibrunnar eru boraðir, harav teir 8 eru fund. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 29 Leygardagur 31. juli 2021 Equinor fer at útbyggja 28 nýggjar oljuleiðir Millum hesar er stóra oljukeldan Rosebank, sum liggur beint eystan fyri føroyska markið Rosebank oljukeldan er ein av 28 útbyggingum, sum norska orkufelagið Equinor hevur á síni framtíðar arbeiðsskrá SkrivaÐ: Tú hyggur ikki í ein norskan orkumiðil uttan at staðfesta, at norski orkurisin Equinor hevur ætlanir um at fremja nógvar útbyggingar komandi árini, ikki færri enn 28. Hesar eru fyri tað mesta á norska landgrunninum, íalt 17, men eisini aðrastaðni, eitt nú í Bretlandi og Kanada. Hetta liggur í kortunum samtíðis sum felagið metir, at tað fer at framleiða minni av olju og gassi sum frálíðir. Equinor ætlar at útbyggja Rosebank oljukelduna við einum FPSO skipi av hesum slag umframt útbúnað á havbotninum. Kortini metir felagið tað vera avgjørt neyðugt at útbyggja longu gjørd fund eins og at leita eftir nýggjum fyri at viga upp ímóti teimum goymslunum, sum sohvørt eru við at tømast. Millum framtíðar útbyggingarnar er eisini Rosebank oljukeldan, sum liggur eystan fyri Føroyar. Endalig avgerð um ta útbyggingina verður tó ikki tikin fyrr enn í 2022. Eisini hinumegin Atlantshav stendur oljukeldan Bay de Nord frammaliga. Aftrat hesum koma so nýggjar oljuleiðir í Norra umframt útbyggingar av verandi oljufeltum so sum Johan Sverdrup. Hóast hesar mongu útbyggingar innan olju og gass, so hevur Equinor eisini ætlanir um at gera íløgur uppá 12 milliardir dollarar í varandi orkukeldur innan 2026. Hesar eru fyrst og fremst í vindorku til havs men eisini í vetni og við at fanga og goyma CO2 í undirgrundini. Equinor ynskir sostætt bæði at menna sín leiklut í grøna orkuskiftinum umframt at varðveita og menna sítt virksemi innan olju og gass. Hetta er eisini í tráð við politikkin hjá verandi stjórn í Norra. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 Aslak Jensen er triði politikarin hjá Siumut, sum seinastu tíðina er lagdur undir skuldsetingar fyri lógarbrot. Atkvøðuslúkurin á kommunuvalinum í norðurkommununi, Minik Høegh-Dam, varð ákærdur fyri handil við rúsevnum, og misti harvið møguleikan at gerast borgarstjóri. Hann varð fríkendur í býarrættinum, men ákæruvaldið hevur kært dómin fyri landsrættin, skrivar knr. gl. Eisini lítlibeiggi hansara, Qarsoq Høegh-Dam, sum gjørdist nummar fýra á Siumut-listanum til landstingið, er nýliga dømdur í einum hassjmáli, og hevur sagt tingsessin frá sær. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 31 Leygardagur 31. juli 2021 Størsti jarðskjálvtin í USA síðan 1965 Hósnáttina varð amerikanski staturin Alaska raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu, sum nakrantíð eru skrásettir í USA SkrivaÐ: Amerikanski staturin Alaska varð í hóskvøldið (stutt eftir klokkan 22, lokaltíð) raktur av einum jarðskjálvta, sum verður mettur at vera ein av teimum størstu skjálvtunum, sum nakrantíð eru skrásettir í USA. Skjálvtin varð máldur 8,2 100 kilometrar frá býnum Perryville. Ávarað varð um eina møguliga flóðaldu í ávísum økjum av statinum orsakað av hesum, men higartil hava ongar fráboðanir verið um skaða ella fólk, sum eru vorðin særd, skrivar Ritzau. Hesin jarðskjálvtin er tann ógvusligasti, sum er máldur í USA síðan 1965, sambært US Geological Survey (USGS). Samstundis er hann á topp 10-listanum yvir størstu jarðskjálvtar, sum nakrantíð eru skrásettir í landinum. Jarðskjálvtin rakti hálvoynna hjá Alaksa umleið 800 kilometrar frá Anchorage, ið er størsti býur í statinum. Har búgva um 300.000 fólk. Meginparturin av størstu jarðskjálvtunum, sum eru skrásettir í USA, hava verið í Alaska. Tann størsti var í 1964. Hann varð máldur til 9,2, og kravdi tá yvir 250 mannalív. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2021 32 Leygardagur 31. juli 2021 Frakland: Vilja krevja at heilsustarvsfólk verða koppsett Franska tjóðartingið hevur samtykt lógaruppskot um at gera tað til krav, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum–Uppskotið hevur elvt til stór mótmælistiltøk um alt landið Soleiðis sá út í París leygardagin (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Mánadagin samtykti franska tjóðartingið eitt lógaruppskot um at krevja, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum. Samstundis sum Frakland stríðist við fjórðu smittubylgju, er krav, at fólk skulu vísa koronapass ella nýggja negativa koronakanning, um tey ynskja at sleppa inn á fornminnusøvn, í biograf, svimjihallir, náttklubbar og til konsert. Síðan fyrst í august hevur koronapass longu verið krav á matstovum og skeinkistøðum. Lógaruppskotið fer úr gildi 15. november, men tað skal tó fyrst góðkennast av einum stýrisskipanardómstóli, áðrenn tað verður galdandi. Kortini hevur uppskotið longu elvt til fleiri mótmæli um alt landið. Eitt nú leygardagin mótmæltu túsundatals fólk í Paris, Marseille, Lyon, Nantes, Montpellier, og Toulouse. Tað vóru Gulu Vestarnir, sum skipaðu fyri. Frakland stríðist í løtuni við Delta-frábrigdinum, og seinastu vikuna hevur landið skrásett yvir 22.000 smittutilburðir um dagin. Fyrst í hesum mánaðinum var talið uml. 4.000, skrivar Ritzau. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 33 Leygardagur 31. juli 2021 USA ger ímóti boðunum frá Heimsheilsustovninum Bíleggið ikki koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við fyrsta prik, eru boðini frá Heimsheilsustovninum–kortini hevur USA keypt 200 milliónir skamtar frá Pfizer/BioNTech til at koppseta børn og geva eyka prik, um tað gerst neyðugt (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tit skulu ikki bíleggja koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við at geva sínum borgarum fyrsta prikið. Tað eru boðini frá Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóra hjá Heimsheilsustovninum, WHO til tey ríkastu londini. Summi lond bíleggja longu fleiri milliónir skamtar til at geva eitt triðja prik, áðrenn heilsustarvsfólk og fólk í vandabólki í øðrum londum hava fingið fyrsta prik, segði hann fyrr í hesum mánaðinum. Fleiri lond eru eisini farin í holt við at koppseta børn niður í 12 ára aldur, men Heimsheilsustovnurin hevur heitt á limalondini um í staðin at lata avlopsskamtar til Covax-átakið, sum skal lata koppingarevni til fátæk lond, heldur enn at koppseta yngri aldursbólkar. Skamtarnir eru partur av fyrireikingunum til framtíðartørvin á koppingarevni, m. a. til børn undir 12 ár og møgulig eyka prik, um tað skuldi víst seg at verið neyðugt, sigur Jen Psaki, talsfólk hjá Hvítu Húsunum sambært DR. Amerikanska stjórnin hevði eina avtalu við Pfizer/BioNTech um møguliga at keypa eyka skamtar, sum skulu latast í tíðarskeiðnum millum heystið 2021 og várið 2022. Harvið kemur samlaða talið á skamtum frá Pfizer/BioNTech til USA upp á 500 milliónir, og USA hevur longu fingið 208 milliónir. USA hevur eisini tryggjað sær rættin til at keypa til eina dagførda útgávu av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, sum skal verja móti nýggjum koronafrábrigdum. Tó hevur amerikanska stjórnin eisini bílagt 500 milliónir skamtar til at lata øðrum londum. Talan er bæði um skamtar frá Pfizer/BioNTech, Moderna, Johnson & Johnson, og AstraZeneca. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 34 Leygardagur 31. juli 2021 Amnesty: Hetta kann verða endin á talufrælsinum Ein ungur maður er dømdur fyri brot á umstríddu trygdarlógina í Hong Kong. Hann veitraði við einum flaggi við einum politiskum boðskapi, og er tað í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri hetta, heldur Amnesty (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Dómurin, sum varð sagdur í hægstarættinum í Hong Kong týsdagin kann verða byrjanin á endanum á talufrælsinum í Hong Kong, sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty. Tað var 24 ára gamli Tong Ying-kit, sum varð funnin sekur í yvirgangi og at eggja til loysing. Hann varð dømdur eftir nýggju trygdarlógini fyri Hong Kong. –Dómurin markerar eina týðandi og illboðandi løtu fyri mannarættindi í Hong Kong. Dagsins avgerð undirstrikar ta álvarsamu sannroynd, at tað nú formliga er ólógligt at bera fram ávísar politiskar meiningar, sigur Yamini Mishra, stjóri fyri Amnesty International í Asia, sambært Ritzau. Tong Ying-kit varð m. a. dømdur fyri at hava veittrað við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting ". Hesin boðskapurin eggjaði, sambært ákæranum, til loysing frá Kina. Amnesty heldur tað tó vera í stríð við mannarættindini at døma nakran fyri at vísa eitt flagg við einum politiskum boðskapi. Enn er ikki greitt, nær revsingin hjá Tong Ying-kit verður kunngjørd, men sambært nýggju trygdarlógini kann hann enda við at fáa lívlanga fongsulsrevsing. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021 35 Leygardagur 31. juli 2021 Vónbrot í Tokyo-Sverri júst ov stuttur til OL-heiðursmerki Tað endaði við vónbroti í Tokyo, tí í einari tættari finalu endaði føroyingurin, ið annars byrjaði best, á 4. plássi-15 hundraðpartar aftanfyri nummar trý. Stefanos Ntouskos vann gull og setti OL-met Sverri Sandberg Nielsen stríðir seg vónandi aftur til OL um trý ár (Mynd: Rógvi Langgaard) SkrivaÐ: Agnar Prestá Undan finaluróðrinum varð royndi norðmaðurin Kjetil Borch mettur at vera favorittur og Sverri Sandberg Nielsen honum á baki. Tað vóru eisini teir, ið so at siga fylgdust fyrru hálvu av kappingini, har Sverri fyri tað mesta júst hevði munin. Týski Oliver Zeidler, ið Borch og Sverri hava kappast við um EM og HM-gull seinastu árini, rakk heilt óvæntað júst ikki finalupláss í riðlinum mikudagin, har norðmaðurin vann sín riðil, og føroyingurin endaði nummar tvey í sínum riðli, við eitt sindur verri tíð. Tað var Stefanos Ntouskos, ið vann riðilin við bestu tíðini í hálvfinaluni. Í fyrru hálvu í finaluni lá hann eitt sindur aftanfyri Sverra og Borch, men í seinnu hálvu setti 24-ára grikkin av álvara ferð á við títtum og góðum tøkum, og tað gjørdist so líðandi greitt, at tað fór at vera ógvuliga trupult at taka hann aftur. Ntouskos varð eftir flotta úrsltið í hálvfinaluni mettur at vera nummar trý í røðini av favorittum, men tað varð áðrenn OL als ikki væntað, at hann fór at fara avstað við gullinum. Hann setti persónligt met í finaluni við at rógva teir 2.000 metrarnar uppá 6.40 minuttir. Tað gjørdist heilt tungt fyri Sverra, tí Damir Martin úr Krotia nærkaðist topp-trý, og seinastu metrarnir fór Kjetil Borch nakað frá Sverra, og Martin, ið fekk silvur í Rio í 2016, megnaði at basa miðvinginum við 15 hundraðpørtum-málmyndir vórðu neyðugar fyri finna seinasta medaljuvinnaran. -Tað hevði verið ein stórur missur fyri danska rógving, um Sverri Nielsen gavst nú, og vónandi er hann aftur um trý ár Hetta vóru donsku viðmerkjarnir á Eurosport samdir um undir heiðursmerkjahandanini hjá singlescullara-rógvarunum, har teir og so nógv í Føroyum sum høvdu fylgt við, kundu sita og irða seg og føla við Sverra. Sverri kom trygt í finaluna, byrjaði hana ógvuliga væl og hevði á pappírinum eina góða tíð, men tað endaði tíverri við stórum vónbroti. Um trý ár er OL aftur-tá í Paris- og spurningurin er so, um tá 30-ára gamli føroyingurin tá verður við. Hann hevur longu prógvað, at hann kann koma sera langt við hørðum og miðvísum arbeiði og nógvum vilja, og Sverri Sandberg Nielsen er framvegis evropameistari og hevur gjørt heilt nógv her í Føroyum errin og spent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 36 Leygardagur 31. juli 2021 Sverri gevst helst á hægsta støði 27-ára gamli rógvarin var ógvuliga vónbrotin og rørdur eftir finaluna í Tokyo, har hann var 15 hundraðpartar frá OL-heiðursmerki:-Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara-Eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg havi gjørt alt rætt-nú vil eg ikki meira, segði Sverri eftir róðurin SkrivaÐ: Agnar Prestá-Bíða líka, eg noyðist líka at stegða. Sverri Sandberg Nielsen var rørdur eftir finaluróðurin í Tokyo ólavsøkunátt, og tað rakti serliga miðvingin, tá hann varð spurdur inn teir túsundtals føroyingarnir, ið millum annað fylgdi við róðrinum á stórskermi. Sverri noyddist líka at fara burtur, seta seg at húka og hálvan annan minutt seinni var hann til reiðar aftur við mokrofonina. -Okay... eg royni at steingja tað úti, at tað eru so nógv, sum fylgja við. Men tað merkir ógvuliga nógv, og eg vóni at tey kunnu vera errin av tí, sum eg havi avtrka. Eg gjørdi í øllum førum tað, sum eg kundi, og eg eri ógvuliga takksamur fyri, at tað eru so nógv, sum hava fylgt við. Evropameistarin var ein av favorittum av vinna í einscullara-greinini, men hann var tíverri 15 hundraðpartar frá at fáa OL-heiðursmerki i einum tøttum og sera spennandi róðri-einum róðri ið møguliga var tann seinasti hjá Sverra á hægsta støði:-Tað er ein harmilugur máti at enda uppá. Men eg havi í øllum førum gjørt alt, sum eg kundi, og eg eg havi gjørt alt rætt. Eg eri farin so langt, sum eg vil fara, og sum kroppurin kann fara-eg vil bara ikki halda fram við tí. -Man kann ikki siga, at eg ikki fái hug at royna aftur um nøkur ár, men eg var ógvuliga greiður yvir, at hetta var tað síðsta hjá mær. Kroppurin er nakað trýstur, so tað er ein avgerð, ið eg havi tikið, segði Sverri millum annað við danskar miðlar eftir róðurin. Hann er errin yvir arbeiði, ið er framt seinastu árini, men er ógvuliga vónbrotin yvir, at OL-dreymurin á sín hátt brast. 27-ára gamli føroyingurin, ið var ein stór donsk heiðursmerkjavón, var so nær við, og hóast hann ikki hevði roknað eitt heiðursmerki sum trygt, so hevði Sverri Nielsen í minsta lagi vóna, at okkurt metal kom um hálsin. Sverri Sandberg Nielsen hevur seinastu árini verið sera væl við millum teir bestu í heiminum, og hetta er ógvuliga flott. Hann hevur fingið HM-heiðursmerki, hevur vunnið World Cup-stevnur, EM í inniróðri, sett ymisk met, og í fjør vann miðvingurin EM í einscullara. Myndir: Rógvi Langgaard Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 37 Leygardagur 31. juli 2021-Vit eru øll errin av tær-At tað ikki lukkaðist at uppnáða tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um. Men eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu Tað er ringt at seta seg í tína støðu, tí tað eru fá í heiminum, ið hava hegni og vilja at koma í ta støðu, at rógva eina finalu í OL. At tað ikki lukkaðist at uppnáa tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, í takkarskrivi. -Eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum. (Mynd: Rógvi Langgaard)-Tað var ein deilig kensla at hoyra øll sum vóru komin saman, og viðurkennandi klappa fyri tær tá róðurin var lokin, tí øll vistu at tú gav tað tú hevði. Klokkan 1: 45 fríggjanáttina var róðurin hjá Sverra í Tokyo vístur á stórskíggja á fótbóltsvøllinum í Miðvági. -Um tøkini framyvir verða í single sculler, ella annað á lívsins leið, so vilja vit ynskja tær alt tað besta, skrivar Bjarni Prior. Tað eydnaðist Sverra Sandberg Nielsen at koma í finaluna í OL, og hann var bara 15 hundraðpartar frá bronsuheiðursmerki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 38 Leygardagur 31. juli 2021 HB setti meistararnar úr Montenegro uppá pláss Bakkarnir Heri Hjalt Mohr og Daniel Johansen skoraðu fyri HB í nógva hitanum í Podgorcia, og tað endaði 6-0 samanlagt. Harvið skulu greipuvinnararnir í næstu viku spæla í Ísrael ella í Georgia í 3. umfari í Conference League Heri Hjalt Mohr verður fagnaður eftir málið til 1-0 (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Fyri einum góðum mánaði síðani tapti eitt tannleyst HB-lið í nógvum hita móti meistarunum úr Andorra í undan-undanumfarinum í Champions League. Týskvøldið spældu greipuvinnararnir aftur á Balkan, hesaferð móti Buducnost Podgorica úr Montenegro. Tað lá um 35 hitastig í Podgoricia, har heimaliðið lat eitt mál inn í hvør sínum hálvleiki Tað tykist vera heilt týðiligt, at HB-liðið er sum hamskift undir Kevin Schindler, og at samanlagda myndin er ein onnur enn í fleiri av undandarnu dystunum í ár. Heri Hjalt Mohr var úti av hópinum ein part av juni av persónligum ávum, og spældi millum annað ikki í Champions League-dystinum. Hann er komin aftur á liðið, og høgri bakkurin hevur nógva megi, nógva ferð, ein stóran vilja og nógvar dygdir í serliga ein-móti-einum spælinum. Fyrrverandi kanturin rann fimm minuttir fyri steðgin fram við fullari ferð, meðan Michal Przybylski førdi bóltin fram. Mikkel Dahl fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, og danski áleyparin fann hegnisliga Hera, ið hevði gjørt eina góða renning innum verjuna. Vinkulin var heldur spískur, men 24-ára gamli bakkurin fekk beint bóltin millum beinini á Buducnost-málverjanum. Heri skorar her sítt fyrsta evropeiska mál Pætur Petersen ovurfegin um málið hjá makkaranum í høgru síðu Langi túrurin við nógvari ferð í nógva hitanum tók nakað av luftini hjá Hera (Myndir: Aleksandar Djorovic/portal. fo) Hetta var einasta skotið uppá mál í 1. hálvleiki. Væntað varð, at Buducnost fór at koma út sum eitt óløgi, men tað var HB, ið byrjaði betri, og tað sá allatíðina út til, at Kevin Schindler og hansara menn høvdu tamarhald á støðuni. Í 2. hálvleiki kom heimaliðið nærri við, men Teitur Matras Gestsson hevði nakrar góðar bjargingar, serliga eina við fótinum, og eitt skot rakti stongina. Samanlagt var verjuspælið hjá HB annars heilt gott, og serliga miðverjarnir Bartal Wardum og Hørður Askham, saman við verjukenda miðvallaranum Heðini Hansen, komu fyrst á nógv innlegg og fyri skot, ið heimaliðið royndi seg við. Hørður Askham her í einum av sínum mongu nærdystum (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal. fo) Kevin Schindler hevur heilt nógv, ið hann kann vera væl nøgdur við (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal. fo) Í seinna hálvleiki økti Daniel Johansen við tryggum brotssparki, eins og hann gjørdi í Gundadali í fyrra dystinum-tað var innskifti Mads Mikkelsen, ið varð feldur. Hesaferð var tað til 2-0, ið varð endaliga úrslitið á Gradski leikvøllinum. Hóast hetta úrslitið sum so ikki hevði nakað at siga fyri samlaða úrslitið, so merkir tað nakað fyri sjálvskensluna hjá havnarliðnum, og eisini fyri samlaða evroepiska roknistykki hjá føroysku feløgunum. HB vann 6-0 samanlagt, og sigast má at talan er um eitt heilt flott úrslit. Áðrenn var Buducnost favorittur, men liðið, sum gjørdist suverent meistari í Montenegro síðsta kappingarár, megnaði als ikki at bjóða HB av teir seinastu tríggjar hállveikirnar í uppgerðini í 2. umfari í Conference League. Einki mál inn í 180 minuttir, eitt sterkt avrik samanlagt og HB er ógvuliga uppiborið víðari. HB hevur fyri fyrstu ferð síðani 2014 spælt seg víðari í evropeiskari kapping, og skal hósdagin 5. august spæla á útivølli móti Maccabi Haifa, sum vann á georgisku meistarunum, Dinamo Tblisi í hesum umfarinum. Tað er stór frágongd í Fuglafirði. Uros Stojanov og Filip Djordjevic eru farnir í summar, og nú takkar enn ein fyri seg. Talan er um høvuðsvenjaran, Ólavur Larsen, sum ikki longur er venjari hjá felagnum. Hann hevði annars sáttmála fyri 2021 og 2022 upp á pláss í felagum. -Vegna starvsnevndina hjá ÍF, skulu vit hervið boða frá, at Ólavur Larsen hevur sagt seg úr starvi, skrivaði ÍF í fráboðan mánadagin. Sagt varð at felagið arbeiðir við einari loysn. ÍF skrivaði annars í apríl undir sáttmála við Ólav Larsen yri kappingarárini 2021 og 2022. Spenningur er í botninum í Betri deildini. Við sigrinum hjá B68 á ÍF í gjár, hála toftamenn seg upp á 9 stig, og ota seg inn á ÍF og 07 Vestur sum hava 11 stig hvør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2021 41 Leygardagur 31. juli 2021 Víkingur heldur fast í góðu gongdini Og EB/Streymur tryggjaði sær sigurin í evstu løtu. Tveir dystir vórðu leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti týskvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Samstundis sum HB spældi seinna dystin í Europa Conference League ímóti Buducnost í Montenegro vóru tveir dystir leiktir í bestu heimligu mansdeildini. Víkingur tók ímóti NSÍ í Sarpugerð í Norðagøtu. Hóast leikferðin var høg í fyrra hálvleiki, kom einki mál. Tá ein lítil tími var farin stóð Sølvi Vatnhamar klárur eftir innlegg í sekstanmeturin og setti bóltin í netið. Lítla løtu seinni var brotsspark til Víking, sum sami maður umsetti til mál, og økti til 2-0. Dysturin tóktist avgjørdur, men við langskoti, úr eini 40 metrum, minkaði Tróndur Jensen um munin til 2-1, og fekk spenning í aftur. Hetta datt kortini á gólvið eina løtu eftir tá Johan Troest Davidsen fekk sítt seinna gula kort og varð vístur av vølli. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og Víkingur fer klatrandi upp móti KÍ á fyrsta plássi. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík hevur nú 34 stig meðan KÍ hevur 41 stig. Hjá NSÍ á fjórða plássi stendur ikki líka væl til. Vinnur B36 sín ólavsøkudyst móti TB í morgin koma teir hvítu úr Gundadali eisini upp á 27 stig, og so er opin dystur um gylta evropaplássið. Á Dungasandi var EB/Streymur á vitjan hjá 07 Vestur. Eitt mál kom í dystinmm, og tað kom ikki fyrr enn í allar síðstu løtu. Tá eydnaðist tað Tóka Johannesen at fáa bóltin inn um stóru verjuleikararnar hjá 07 Vestur og tryggjað sundalagsmonnum trý umráðandi stig nú B68 hevur sett eld í niðurflytingarstríðið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2021 42 Leygardagur 31. juli 2021 Allan K. Jepsen koyrdur til hús NSÍ skal hava nýggjan venjara SkrivaÐ: Sverri Egholm Besta mansliðið hjá NSÍ skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt eftir at felagið ólavsøkuaftan boðaði frá, at Allan K. Jepsen ikki longur er venjari í NSÍ. NSÍ hevur valt at siga sáttmálan upp, verðru sagt í fráboðanini. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá runavíkingum í ár. Herfyri taptu teir samanlagt Europa Conference League dystirnar móti FC Honka úr Finnlandi, og ruku út úr kappingini, og í heimligu kappingini hevur heldur ikki gingið væl. So seint sum týskvøldið tapti NSÍ 2-1 móti Víkingi. NSÍ liggur á fjórða plássi við 27 stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021 43 Leygardagur 31. juli 2021 Elisabet í fulltíðarstarv hjá KÍ Umframt at vera fysiskur venjari hjá besta mansliðnum, fer hon nú eisini at ráðgeva um kost og fysiska venjing í KÍ-akademinum og hjá besta kvinnuliðinum SkrivaÐ: Sverri Egholm Elisabet Vang varð undan hesum kappingarárinum sett í starv sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Hetta hevur eftir øllum at døma riggað so mikið væl, at samstarvið nú bæði verður longt og víðkað. -Vit fara at víðka um samstarvið, har Elisabet Vang frameftir kemur at ráðgeva um kost og fysiska venjing í Akademinum og hjá Betri Kvinnum. Hetta hevur við sær, at Elisabet kemur at vera í fulltíðarstarvi hjá KÍ, sigur felagið. 23 ára gamla Elisabet Vang verður verandi í KÍ í øllum førum til og við kappingarárinum 2022. Elisabet Vang hevur annars verið at sæð á besta kvinnuliðnum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2021 44 Leygardagur 31. juli 2021 Ásla er nú AGF-leikari Liðskiparin hjá Føroyum er flutt til Aarhus, har hon heldur fram at spæla í bestu deildini, og har hon skal verða ein styrkur SkrivaÐ: Agnar Prestá 25-ára gamli vinstri bakkurin hevur síðani 2018 spælt fyri FC Nordsjælland. Har hevur Ásla Johannesen millum annað verið við til at flyta upp í bestu deildina. Hæddarpunktið í "projektinum" í Farum kom á sumri í fjør, tá Ásla og liðfelagirnir vunnu donsku steypakappingina og harvið brutu røðina hjá størstu feløgunum í donskum kvinnufótbólti-Brøndby og Fortuna Hjørring. Tað er júst Fortuna Hjørring, ið verður fyrsta veruliga uppgávan hjá Áslu í sínum nýggja felagi. Leygardagin 7. august tekur AGF móti Fortuna Hjørring á Ceres Park, og tað verður vónandi við Áslu á liðnum. Felagið skrivar íhvussu er á heimasíðu sínari, at føroyski landsliðsleikarin, sum fyrst og fremst er vinstri bakkur, er ein styrkur. -Vit fegnast um, at vit hava kunna fingið fatur á einum leikara sum Áslu Johannesen, ið hevur víst seg væl fram í deildini tey seinastu árini. Hon er ein hart arbeiðandi verjukendur leikari, við nøkrum dygdum, sum vit fara at fáa stóra gleði av í okkara stremban eftir at standa okkum væl í komandi kappingarári, sigur stjórin fyri AGF Kvindefodbold, Marie Greve. Í Aarhus, har Ásla nú hevur verið í nakrar vikur, er tað Katrine S. Pedersen, ið stendur á odda. Talan er um eina ógvuliga roynda kvinnu. 44-ára gamli venjarin hevur seinastu seks árini verið hjálparvenjari á danska kvinnulandsliðnum og hevur sjálv spælt 210 landsdystir-hetta er met. Katrine S. Pedersen var yrkisleikari í Noreg, Svøríki, Onglandi og Australia. Nú skal hon royna at menna Áslu Johannesen, ið við AGF TV sigur, at hon helt at projektið í felagnum tyktist lokkandi, og at hon at hon fegnast um at vera í felagnum. Hoyr samrøðuna á ein minutt ovast. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 45 Leygardagur 31. juli 2021 Væl vitjað 100-ára hald hjá føroysku kappríðingini Freyr við Birnu Jóannesarson vann Tvíspor ung, sum var størsti bólkurin, og har rossini har høvdu sera góðar tíðir Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum SkrivaÐ: Tíðindaskriv 100 ára haldið hjá føroysku kappríðingini var sera væl vitjað, tá kappast var ólavsøkudag. Hóast mjørka, so man vera nógv ár síðani, at so nógv fólk hava verið til kappríðing í Føroyum. Kappingin gekk eisini sum heild bæði skjótt og væl. Byrjað var við tølt. Hesa kappingina vann Brynjar við Regin Johannssen á bakið. Teir báðir kiksaðu í fyrsta riðlinum, men í seinna umfarinum gjørdu teir bart og vunnu við tíðini 11,53. Nr. 2 var Tango við Silju G. Eystberg og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen. Skeiðkappingin var merkt av sera góðum tíðum. Vinnari gjørdist Kór við Beintu P. Debes á bakið, tey komu heilt niður á 8,38 sek um teir 100 metrarnar, sum skeiðkappingin er. Hetta er ein sera flott tíð. Nummar 2 gjørdist Syrpa og Bárður Johannessen og nr. 3 Orka við Ranju K. H. Djurhuus. Trav var vunnið av Tango og Lailu Christiansen, tey vóru tey einastu av fýra rossum sum megnaðu at koma reint gjøggnum teir 250 metrarnar travkappingin er. Tvíspor ung var størsti bólkurin, og rossini har høvdu sera góðar tíðir. Hugaligt at síggja hvussu íðin og dugnalig tey ungu reiðfólkini eru. Vinnari á ólavsøku gjørdist Freyr við Birnu Jóannesarson, tey høvdu tíðina 17,85 sekund um 250 metrar. Nummar tvey var Sílfa við Ásu Bárðardóttir, teirra tíð var 17,93, so bara 8 hundrandapartar av einum sekundi skilti tær báðar. Nummar 3 gjørdist Tindur við Ranju K. H. Djurhuus. Tvíspor ll flokk vann Máttur og Oskar í Haraldstovu, nummar 2 var Gordon og Rebecka Jørgensen og nummar 3 Pegasus við Vár Joensen á bakið. Øll hesi trý rossini koma úr Vágum. Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur Tvíspor l flokk, fimm ross vóru við í hesum flokkinum sum Ronja og Zacharias R. Jacobsen tó vunnu rímiliga trygt á degnum. Tey bæði høvdu tíðina 35,11 um 500 metrar. Nummar 2 var verandi føroymeistarin Svanna við Barbaru Carlsen og nummar 3 Bragi og Jóna Ólavsdóttir. Føroyar Ríðingarfelag/ross. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2021 46 Leygardagur 31. juli 2021 23. og 24. juli varð skipað fyri skjótikapping í Leirvík Alex Johannesen úr Eysturskot vann kappingina (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Í døgunum 23.-24. juli var skipað fyri skjótikappingini Eysturoyar Cup í Leirvík. Veðrið var av tí allarbesta, tá oyggjaleikaskjúttin Alex Johannesen, sum eisini eigur oyggjaleikamet frá Gibraltar, setti alla mótstøðu til viks og vann kappingina frammanfyri Esmar Joensen frá Byrsumúla. Alex hevur einans luttikið í seks kappingum í ár, harav hevur hann vunnið gull í fýra av kappingunum. Alex er ein av høvuðsmonnunum í felagnum Eysturskot, og hevur hann ein dreym um at Eysturskot, sum er eitt spildurnýtt felag, skal fara at mennast til nakað rættuliga stórt, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Næsta kappingin, sum Eysturskot skipar fyri, verður FM í trap-skjóting 21. august. Kappingin verður á breytini hjá Eysturskot í Leirvík. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2021 47 Leygardagur 31. juli 2021 Havnarmenn vunnu Havnarmenn vunnu tepurt á klaksvíkingar í stóra talvdystinum ólavsøkuaftan SkrivaÐ: Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt. Tíggju telvarar vóru á hvørjum liði. Í vanligum dystum í landskappingini verður telvað á fýra borðum. Báðir partar høvdu mannað seg væl til hendan kvikdystin, sum var liðugur innan ein tíma. Fitt av fólki var inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen og forvitnaðist. Ætlandi verður hesin dystur fastur táttur á komandi ólavsøkum. Tað kann til dømis kennast ótrygt hjá børnunum, tá ið foreldrini fara hvørt til sítt. Í løtuni endurskoða vit lógina um foreldramyndugleika, tí allar avgerðir skulu takast til barnsins besta. Teirra rættindi skulu styrkjast, og vit skulu lurta eftir børnunum. Vit vita tó, at vit ikki fáa vart tey frá øllum, og tí eiga vit at gera alt fyri at hjálpa. Til dømis teimum ungu, sum stríðast við sálarligan ampa. Vit hava sett í verk eina royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð og hjálp til ung. Skipanin er longu nógv brúkt, so tørvurin er stórur. Tørvurin á hjálp er eisini stórur hjá teimum, ið falla fyri rúsevnum. Rúsevnismisnýtsla man vera eitt tað ringasta, vit kunnu ímynda okkum fyri tey ungu. Tí vilja vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu. Her koma góðir felagsskapir inn í myndina, tí børn og ung, sum trívast og eru partur av einum góðum felagsskapi, freistast ikki líka lætt. Ein heildarætlan um at fyribyrgja rúsevnum er í umbúna. Hon lýsir, hvussu vit best lofta ungum, sum eru á veg út í trupulleikar. Ung við sálarligum avbjóðingum skulu hjálpast til at megna eina miðnámsútbúgving, og serbreytin á miðnámi skal bjóðast út fleiri staðir. Tað verður eisini gott, tá ið Rásin verður liðugt útbygd og fer at kunna taka 14 næmingar inn árliga. Tørvur hevur verið á undirvísing til teirra, sum hava føroyskt sum annað mál. Men tilfar og undirvísing er nú ment, og saman við Setrinum fyrireika vit harumframt eina eftirútbúgving í føroyskum sum annað mál. Hon byrjar longu í heyst. Hægri útbúgvingar hava við sær menning og trivnað og er besti møguleikin til at varðveita ungdómin her heima. Tí skal Fróðskaparsetrið støðugt mennast. Góðskan skal áhaldandi eftirmetast og tryggjast soleiðis, at okkara universitet kann fáa altjóða góðkenning og viðurkenning. Eisini yrkisútbúgvingarnar skulu mennast. Millum annað er ein nýggj alaraútbúgving á veg, umframt ein útbúgving fyri handverksmeistarar. Harra formaður! Mentanin bindur okkum saman og fær okkum at trívast. Tilboðini eru mong, og tað legst støðugt afturat. Leingi hava vit bíðað eftir einum tjóðleikhúsi, og ferð er nú endiliga komin á arbeiðið. Tjóðleikhúsið verður á Bursatanga í Havn, og í næstum skal støða takast til, hvussu byggjast skal. Eisini ítróttarmentanin er sterk. Í flest øllum ítróttargreinum er framgongdin øgilig, og vit síggja, at um ítróttin fær røttu sømdir, standa føroysk ítróttarfólk einki aftan fyri onnur. Og ítróttin snýr seg ikki bara um avrik, men eisini um felagsskap. Tí er umráðandi, at vit saman við vinnuni støðugt stuðla ítróttini. Í løtuni stuðla vit øll Sverra Sandberg Nielsen. Best, sum hann fyrireikaði seg til Olympisku leikirnar, varð hann–sum so mangur–raktur av koronu. Hetta tarnaði honum sjálvsagt, men so skjótt tað var ráðiligt, setti miðvingurin fulla ferð á, og brátt gingu árarnar aftur kykar í single-scullaranum. Harra formaður! Føroyar eru millum tey londini, sum eru komin frægast gjøgnum koronukreppuna. Ikki tí. Eg veit, at vit ikki hava verið lýtaleys. Nógv hava merkt sváran sakn. Fleiri hava mist nógv. Hjá flestu okkara hevur trivnaðurin verið ávirkaður. Kortini hava fleiri lond leitað sær íblástur í Føroyum til at basa smittuni–og nú nærkast floksimmuniteturin í hvørjum. Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur. Vit nærkast aftur einum vanligum gerandisdegi, og málið er, at vit–eins og Sverri Sandberg Nielsen–skjótt kunnu seta fulla orku og fulla ferð á samfelagsárarnar aftur. Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk sum gjørligt, tá ið full ferð aftur kemur á samfelagið. Vanligi gerandisdagurin er í eygsjón. Hann gleða vit okkum øll til. Harra formaður! Eingin, sum er ótryggur, trívist. Tí er tryggleiki eisini ein sjálvsagdur partur av okkara stavnhaldi. Vit vilja varðveita Føroyar sum eitt av heimsins tryggastu londum. Í fluttari merking skulu vit vera í einum góðum bjargingarvesti, um eitt óløgi brádliga skuldi tikið okkum út á sjógv. Til dømis skulu vit, tá ið sjúka rakar, hvíla trygt í vissuni um, at vit fáa bestu hjálpina. Tað er avgerandi fyri einstaka menniskjað, fyri tey avvarðandi og fyri alt samfelagið. Ómetaliga virðið á heilsuni er orsøkin til, at allur heimurin í hálvtannað ár hevur ligið og andøvt. Tað er orsøkin til, at vit brúka stóran part av skattainntøkunum til heilsubót. Landsstýrið hevur lagt nógv fyri á heilsuøkinum. Vit hava millum annað fingið skjótari útgreinan fyri demens, víðkað virksemið við MR-skannara, og vit hava hækkað játtanina til ADHD viðgerðarstovu. Og vit hava stórar ætlanir komandi árini. Ein er nýggja diabetesmiðstøðin. Saman við Novo Nordisk grunninum vilja vit geva diabetikarum betri viðgerð. Góð viðgerð krevst somuleiðis, tá ið vit av ymsum orsøkum missa førleikar. Tí fáa hesi nú fleiri nýggj tilboð um at endurvenja og endurmenna seg. Endurvenjingin er vegurin inn aftur í lívið. Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar. Tað gongur rætta vegin, og á fleiri økjum er málið longu rokkið. Harra formaður! Eitt er heilsa og tryggleiki hjá tí einstaka. Men vit arbeiða eisini yvirskipað við tryggleika–serliga nú stórveldini sýna Norðuratlantshavi áhuga, og nú støða skal takast til nýggja lofteftirlitsradaran. Við eitt er trygdar- og verjupolitikkur aftur vorðin ítøkiligur her heima. Samskiftið við danskar myndugleikar um radaran hevur verið gott. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum. Øll trý londini vilja finna skilagóðar loysnir–eisini á uttanríkispolitiska økinum, har ríkisfelagsskapurin má dagførast. Tí er eitt samstarvsráð stovnað, sum skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Okkum tørvar sterkari samstarv og betri samskipan innanríkis fyri at tryggja frið og lágspenning, nú stórveldini eru úti um seg. Landsstýrið arbeiðir støðugt við at beina burtur forðingar millum Føroyar og Danmark. Á nýggjárinum varð sett í verk ein skipan, sum tryggjar føroyingum møguleika at fáa danskt CPR-nummar. Hon er sera væl móttikin og ger tað nógv smidligari og tryggari at avgreiða viðurskiftini við danskar lærustovnar og donsk sjúkrahús. Harra formaður! Føroyski búskapurin er tryggur. Landskassin er søguliga væl fyri, tí skuldin er lítil. Landskassin hevði hall í fjør, og væntandi verður aftur hall í ár. Men málið er greitt. Vit skulu hava avlop aftur í 2023. Avlopið skal síðani vaksa, so tað kann brúkast til at minka um skuldina og til at standa ímóti við, tá ið verri tíðir koma. Harra formaður! Tryggleiki merkir ikki, at vit sleppa undan bakkøstum. Hóast tú hevur bjargingarvest, kanst tú kortini verða sligin út. Tryggleiki merkir, at vit royna at fyribyrgja, at bakkøstini henda, og at vit–tá ið kortini illa vil til–gera alt fyri at hjálpa. Til dømis fara vit nú at seta í verk eina skipan við sorgarfarloyvi. Soleiðis kunnu foreldur, sum missa barn yngri enn 18 ár, syrgja í friði uttan at stúra um mista inntøku. Somuleiðis mugu vit tryggja, at lív og heilsa ikki verða sett í váða orsakað av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast. * * * Landsstýrið hevur eisini bøtt um fíggjarliga tryggleikan hjá pensjónistum. Bara tær broytingar, sum vit hava gjørt seinastu tvey árini hava við sær, at pensjónistar í dag hava 1200 kr. meir at liva av um mánaðin. Tey, ið vilja halda fram at arbeiða eftir pensjónsaldur–antin í fullum starvi ella partstíð–skulu hava møguleikan. Vit hava lækkað munandi um mótrokningina fyri arbeiðsinntøkuna hjá pensjónistunum. Tí tað skal loysa seg at arbeiða, eisini sum pensjónistur. * * * Tryggleiki snýr seg um at vita, at tað er rúm fyri okkum. Eisini, um vit snáva á leiðini. Tí mugu vit bøta um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Hesi eru ikki nøktandi. Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi fongsul, har til ber at mennast og útbúgva seg. Eg haldi bestu loysnina vera at byggja nýtt fongsul, ið nøktar tørvin. * * * Sverri Sandberg Nielsen er komin so langt við rógvingini, tí hann støðugt spyr seg sjálvan:“ Hvussu kann eg gerast uppaftur betri? Hvussu kann eg vaksa, og hvussu kann eg vaksa á rættan hátt?” Allir úrmælingar mugu leggja til rættis, skynsamt og umhugsað, hvussu tey skulu vaksa; soleiðis, at tey avrika best eftir egnum evnum og í kapping við onnur. Sama er við samfelagnum. Orðið“ vøkstur” verður ofta brúkt, mest sum upp á gjøt, uttan at hugsað verður um, hvat tað merkir. Tá ið eg tosi um vøkstur, skulu tvær treytir lúkast. Fyri tað fyrsta má vøksturin vera burðardyggur. Vit skulu stuðla upp undir virksemi, sum ikki bara skapar vøkstur her og nú, men har virðini eru varandi. Er tað ikki burðardygt, er tað ikki veruligur vøkstur. Fyri tað annað má vøkstur altíð vera eitt amboð at røkka einum hægri endamáli. Í Føroyum skulu vit skapa burðardyggan vøkstur, tí vit skulu varðveita og styrkja vælferðina í landinum. Við fríari kapping skapa vit størsta framburðin og fleiri møguleikar til fólkið, ið her býr. Við virknari kapping fáa vit bestu og bíligastu tænasturnar. Um ein fyritøka tekur ov høgan prís, bjóðar ein onnur av. Tað síggja vit eitt nú í fíggjarheiminum, har fakfeløgini umhugsa ein fakfelagsbanka, nú teirra limir skulu rinda meira. Ein forðing fyri vøkstri er ovurhondsstóri tørvurin á arbeiðsmegi, sum flest allar vinnugreinar síggja. Vit fara at gera tað smidligari at fáa arbeiðsmegi uttanífrá, nú okkum vantar fólk á so nógvum økjum. Harra formaður! Tað er vælferðin, sum veitir okkum trivnað og tryggleika. Við hesum í huga havi eg sett eitt Vakstrarforum, ið skal eyðmerkja mest uppløgdu vakstrarøkini og soleiðis styrkja vælferðina og trivnaðin. Vakstrarforumið skal vísa á, hvørjar førleikar vit kunnu gagnnýta í kappingini við onnur, og higartil eru fimm øki eyðmerkt. Tað fyrsta er havið. Vit kunnu útvega milliónum heilsugóðan mat, samstundis, sum vit vaksa. Fyri tað annað eiga vit at leggja størri dent á kunningar- og samskiftistøkni. Eitt triðja vakstrarøki eru maritimar tænastur. Fjórða økið er ferðavinnan. Fimta økið er tilfeingið. Her hugsa vit helst fyrst um stertar. Men týdningarmesta tilfeingið eru gløggu høvdini og royndu hendurnar. Tí eru eisini útbúgving og arbeiðsmarknaður uppløgd vakstrarøki. Yvirskipað skulu vit fáa greiðu á, hvat vit duga best, og hvussu vit vinna kappingina við onnur. Vit hava longu greiðar fyrimunir. Tí vit eru væl útbúgvin, arbeiðssom og skapandi. Og vit hava stórt álit hvør á øðrum. Vit hava eisini stórt álit á vinnuni. Alivinnan finnur støðugt nýggjar vakstrarvegir. Vit vilja geva henni fleiri møguleikar við at ala á landi og til havs. Í løtuni verður arbeitt við at finna best skikkaða havøkið eystan fyri Føroyar. Umstøðurnar at ala tara eru somuleiðis í heimsflokki, og fyrstu loyvini til vinnuliga taraaling vórðu latin í fjør. Tarin veksur skjótt og er av bestu dygd í okkara reina sjógvi. Leisturin fyri veiðigjald er lagdur, ið leggur upp fyri sveiggjum í fiskaprísi og fiskiskapi. Eisini er skattur settur á veiðuloyvi, ið verða endaliga seld. Tað skal loysa seg at vera í vinnuni, og selur tú teg úr vinnuni, kemur vinningurin samfelagnum til góðar. Men veiðuloyvini eru einsamøll ikki trygd fyri fiskiskapi. Hjá heimaflotanum hevur fiskiskapurin verið lakur í langa tíð. Vit royna stútt og støðugt at útvega heimaflotanum fleiri rættindi. Í løtuni er eingin avtala um rættindini til makrelin. Brexit ger samráðingarnar truplari. Føroyar og Noreg hava ásett sína egnu makrelkvotu í ár, men eg vóni, at strandarlondini finna eina breiða semju sum skjótast, tí vit skulu hava burðardygga veiðu í øllum liðum. Harra formaður! Í einum veiðisamfelag sum okkara hevur kunnleiki um veðrið altíð havt stóran og mangan lívbjargandi týdning. Í mong ár hava vit litið á veðurtænastur í grannalondunum. Nú er føroyska veðurtænastan farin til verka, og tað fer at geva okkum neyvari forsagnir. Veðurvánirnar skulu miðlast betur, og veðurtænastan skal gera tað møguligt at samstarva um altjóða veðurlagsgransking. Samstarv gagnar eisini útflutninginum, og nú vilja vit hava fríhandilssáttmálar við eitt nú Kina, Russland, Japan og Suðurkorea. Vit eru í løtuni í holt við at styrkja munandi um okkara samstarv við ES. Hetta fer bæði at bøta um handilsviðurskiftini og styrkja samstarvið á øðrum økjum. Fyri nøkrum døgum síðani sendi eg Ursulu von der Leyen, ES-nevndarforsetanum, okkara uppskot, og eg vænti, at vit skjótt koma á mál. Samstarvið við USA verður eisini styrkt–bæði í sambandi við vinnu, gransking, útbúgving og mentan. Vit menna samstarvið í sátt og semju. Semja má eisini finnast ímillum ferðavinnu og landbúnað her heima. Ógreiða støðan, sum valdar í løtuni, tænir ikki Føroya umdømi uttanlands–og skapar ósemjur innanlands. Neyðugt er tí við nýggjari lóg, sum bæði hevur atlit at landbúnaði og lokalum vinnumøguleikum, men eisini tryggjar ferðavinnuni menningarmøguleikar. Harra formaður! Tá ið vit tosa um vøkstur, er neyvan nakað, sum hevur størri týdning, enn at økja grønu orkuna. Vit hava orðað uppskot til nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, sum við 25 ítøkiligum átøkum skal tálma oljunýtsluni. Tað skulu stór tøk takast í orkuframleiðsluni, og her skulu fleiri til at bera byrðarnar. Tað krevst tó fult gjøgnumskygni, skulu vit tryggja neyðugu kappingina og menningina á orkuøkinum. Í løtuni arbeiða vit saman við SEV um at finna bestu loysnina. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og vit leggja nýggja lóg fyri Tingið í heyst. Harra formaður! Róðrarkempan úr Miðvági, Sverri Sandberg Nielsen, hevur ongantíð dult fyri, at málið var eitt heiðursmerki. Men sama hvussu líður eftir, hevur hann longu verið okkum ein fyrimynd. Við at droyma stórt og umseta dreymin til ítøkiligt mál. At arbeiða hart og ongantíð taka eyguni av málinum. At trúgva á egin evni og síggja seg líka góðan sum kappingarneytarnir. Í lýsingini um hann falla orðini soleiðis:» Skotið er latið, og fyrsta takið er tikið. Nú ræður um at spenna fót í bekk, tí nú telur hvørt einasta tak. At gera dreym til veruleika og verða heimsins besti rógvari. « Sama kundi verið sagt um føroyska samfelagið, nú vit–eftir at hava andøvt í hálvtannað ár–aftur spenna føtur í bekk og seta á. Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi. |
Hann var við til at leggja bumburnar í Klaksvík SíÐa 3 Gevast fyri í ár: Hellutangi verður liggjandi SíÐa 21 Hetta eru Føroya bestu miðmálamatstovur SíÐa 6 Ársins fyrsti kúlulaksur fingin í Trongisvágsósanum SíÐa 22 Svumu um Mykinesfjørð SíÐa 52 U19-menninir flongdu norðmenn SíÐa 61 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Olympiskir dreymar Ongin ivi um, at tað er eitt bragd av føroyinginum Jóhan á Plógv Hansen at koma so langt í síni ítróttagrein, at hann í dag kann heingja eitt olympiskt heiðursmerkið um hálsin, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Hvørt tað verður úr gulli ella silvuri, fara nógvir føroyingar at fylgja spentir við seinnapartin tá OL-finala verður í manshondbólti. Í eini tíð, tá føroyskur landsliðshondbóltur lá meira ella minni í dvala, gjørdi ungi havnardrongurin eitt val, nevniliga at satsa upp á at sleppa á danska landsliðið fyri harvið at sleppa at stríðast við og móti heimsins bestu hondbóltsspælarum. Tað er eydnast honum. Jóhan á Plógv er tvífaldur heimsmeistari, og kann í dag møguliga eisini kalla seg olympiskan meistara. Um tað so verður eitt silvurmerkið, ger tað ikki bragdið minni. At vit til olympisku leikirnar hesaferð hava tveir føroyingar við, har báðir hava gjørt seg galdandi millum tey allarbestu í sínum ítróttagreinum, er eisini eitt bragd. Røddir hava verið frammi um, at Jóhan á Plógv við at velja Danmark fram um Føroyar, hevur svikið Føroyar og ikki longur er føroyingur í ítróttasamanhangi. Tað veldst um eygað, ið sær. Men ein sannroynd er tað so í øllum førum: Evnaríki høgri vongurin hevði ongantíð fingið ynskið sítt uppfylt um OL-heiðursmerki, um hann ikki hevði valt at skifta hondbóltstjóðskap. Tí fyri at vera millum heimsins bestu í eini liðítrótt, mást tú spæla á einum av heimsins bestu liðum. At trúgva, at føroyskt hondbóltslandslið nakrantíð sleppur við í olympiska kapping, er utopi–eisini um Føroyar fáa olympiska viðurkenning. Tað er í einstaklinga ítróttunum, at vit skulu gera okkum galdandi og leggja okkara vónir í. Tí er eisini at vóna, at føroysk rógving skjótt kann fáa altjóða viðurkenning, eins og aðrar einstaklingaítróttir, sum ikki hava tað enn, so sum frælsar ítróttir, súkkling og kettjaraítróttir. Aftur til hondbóltin. Hóast olympiskar væntanir ikki eru innan hesa ítrótt, so er tað ófatiliga lívsjáttandi at uppliva føroysk ungdómslandslið áhaldandi fremja brøgd á altjóða pallum, eins og vit upplivdu í gjár, tá 17 ára gomlu genturnar spældu javnt við hondbóltsstórveldið Serbia, og 19 ára gomlu dreingirnir vundu burtur úr norðmonnum. Fyrimyndarlig bleiktrandi dømi um, at við miðvísari og hollari venjing ber til at berjast við teimum allar-allarbestu. Her eiga vit úrvalsítróttafólk í høgum klassa. Hvat gera vit um hesi eisini fáa olympiskar dreymar? Í sameinda bretska kongsríkinum senda tey felags lið avstað, eisini í teimum ítróttagreinum har einstøku bretsku londini hava altjóða viðurkenning. Var tað ein møguleiki? Vit eiga í øllum førum hondbóltsleikarar, ið fyri vist høvdu styrkt um eitt olympiskt danskt landslið longu um trý ár...–Eg vóni at vísa eitt fjølmentanarligt danskt kongaríki, sigur føroyski leikstjórin, sum hevur fingið til uppgávu at skriva og leikstjórna eina ungdómsrøð fyri Danmarks Radio. Røðin er donsk við donskum høvuðsleikarum, men eisini verða fýra føroyskir leikarar at síggja SkrivaÐ: Í vetur verður nýggj ungdómsrøð at síggja á heimasíðuni hjá Danmarks Radio–DR TV. Røðin er í tíggju pørtum og hevur eina fíggjarætlan á umleið sjey milliónir krónur–og so er hon skrivað og leikstjórnað av føroyska filmsleikstjóranum, Andrias Høgenni. –Verkætlanin byrjaði fyri trimum árum síðani sum eitt hugskot til ein stuttfilm, og eg presenteraði tað fyri einum framleiðara sum eg kendi, sum bleiv øgiliga glað fyri tað. So fekk hon starv á DR Drama fyri tveimum árum síðani, og so vendi hon sær til mín og spurdi, um hugskotið kundi mennast til eina sjónvarpsrøð, sigur Andrias Høgenni við Blaðið Vikuskifti. Fýra føroyskir leikarar verða at síggja í røðini. Teir eru Beinta Clothier, Sissal Drews Hjaltalin, Armgarð Mortensen, og Klæmint Klakk. Høvuðsleikarnir í røðini eru danskir. Talan er um Ane Stensgaard Juul og William Halken, sum eru kend úr ávikavíst“ Far til fire”-filmunum og DR-røðini“ Herrens veje”. Herfyri var fyrsta gjøgnumgongdin av handritinum á skránni. Frá vinstru: Carla Eleonora Feigenberg, Sissal Drews Hjaltalín, Ane Stensgaard Juul (høvuðsleikari), Armgarð Mortensen, Mathilde Lundberg, Laura Valentiner Bohse (framleiðari á DR), May Lifschitz, William Halken (høvuðsleikari), Andrias Høgenni (leikstjóri) Ein rættvís mynd av føroyingum í Danmark Sum útgangsstøði er talan um eina danska søgu, greiðir Andrias frá. –Tað er ein donsk søga, og tað eru danskir høvuðsleiklutir, men ein teirra hevur samband við rættiliga nógvar føroyingar, og er partur av einum arbeiðsplássi, har rættiliga nógvir føroyingar eru. Men ætlanin er at geva eina so rættvísa mynd sum gjørligt av, hvat tað vil siga at vera føroyingur í Danmark, sigur leikstjórin, og leggur hann afturat, at vit eisini fara at hoyra leikarar tosa føroyskt, umframt at føroyskur tónleikur verður brúktur í røðini. –Longu frá fyrsta parti verður tosað føroyskt. Tað eru føroyingar, sum spæla føroyingar, so vit hava í øllum førum roynt so nógv sum gjørligt at fáa hetta til at vera so væl umboðandi Føroyar sum gjørligt. Danska kongaríkið er eitt fjølmentanarligt kongaríki Hóast Danmark hevur lagt stóran dent á fjølbroytni seinastu árini, hevur ríkisfelagsskapurin ikki rættiliga verið ein partur av tí prátinum, heldur Andrias. –Tað, sum eg vóni er, at røðin kann vísa, at danska kongaríkið er eitt fjølmentanarligt kongaríki, og at tað faktiskt kann koma nakað feitt burturúr at lata føroyskar leikarar tosa føroyskt. Stuttfilmurin hjá Andrias,“ Ikki illa meint” hevur fingið nógva viðurkenning seinastu árini. Tilsamans hevur hann vunnið átta virðislønir og fingið tvær“ special mentions” á ymiskum filmsfestivalum. Filmurin snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, Marita og Elinborg (Sissal Drews Hjaltalin og Mariann Hansen), sum av tilvild hittast í Føtex. Nærum allur filmurin er á føroyskum, og tað er hesin filmurin, sum hevur latið hurðarnar upp fyri hesum møguleikanum, sigur Andrias. Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin í "Ikki illa meint"–Við“ Ikki illa meint” kláraði eg at vísa, at tað bar til at fortelja søgur á føroyskum, sum ein donsk áskoðarafjøld kundi kenna seg aftur í. Vónin er, at hendan røðin fer at lata enn fleiri hurðar upp fyri føroyskum søgum, og at har verður pláss fyri føroyskum søgum í donskum sjónvarpsrøðum. –Bara fyri tíggju árum síðani, hevði eg ikki trúð, at tað føroyska filmsumhvørvið var komið hartil, sum tað er nú. Vit hava enn trupulleikar, sum vit berjast við, men teir trupulleikar, sum vit hava nú eru nógv frægari enn teir, sum vit høvdu fyri tiggju árum síðani. Hevði sjálvandi verið fantastiskt við einari sesong tvey Í løtuni eru Andrias og restin av toyminum handan nýggju ungdómsrøðini í ferð við at leggja seinasta hond á handritið, og um ein mánað byrja upptøkurnar. Sjey vikur eru settar av til upptøkurnar, sum eftir ætlan byrja 6. september og enda 22. oktober. Síðani verða umleið tveir mánaðir brúktir uppá klipping og framleiðslu. Røðin skal verða liðug í desember, og eftir ætlan verður ein nýggjur partur lagdur út á heimasíðuna hvørja viku. Sum áður nevnt, verða tíggju partar í røðini, men um fleiri partar koma afturatseinni, veit leikstjórin ikki at siga. –Vit hava í øllum førum fingið garanterað hesar partarnar, og røðin er skrivað, so hon kann enda eftir einari sesong, sigur hann. Andrias leggur afturat, at tað sjálvandi hevði verið fantastiskt við einari sesong tvey, og at mann hevði kunnað gjørt eitt framhald av røðini, um avgerð varð tikin um tað. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 3 Leygardagur 07. august 2021 Hann var við til at leggja bumburnar í Klaksvík Esmar Dalskinn (fyrr Elmar Johannesen) traðkar fram sum ein av bumbumonnunum undir læknastríðnum (Skíggjamynd: DR) SkrivaÐ: Tað eydnaðist fyrrverandi danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, at finna fram til ein av teimum, sum løgdu bumbuna, sum sprongdist við politistøðina í Klaksvík í 1955 undir læknastríðnum. Esmar Dalskinn, sum hann eitur í dag, hevur búð í Danmark seinastu árini. Í fjórða parti av sendirøðini um læknastríðið, greiðir Esmar frá, at hann var ein av fýra monnum, sum løgdu bumbuna. Hann viðgongur, at hann var við at leggja eina bumbu í einum húsi, har ongin var inni, og eisini við politistøðina, har fýra danskir politistar vóru til staðar. Esmar angrar í dag ikki, at hann var við til at gera hetta. Í sendingini greiðir hann frá, at teir kendu seg eins og frælsisstríðsmenn, sum mettu tað vera neyðugt at støðga hersetingarvaldinum. Tað var gjøgnum Arnstein Niclasen, at tað eydnaðist Lars Løkke at koma fram til‘ bumbumannin’. Støðan er jú tann, at bumbumenninir ongantíð vórðu avdúkaðir, og í sendingini verður tað eisini róð fram undir, at harði fongsulsdómurin, sum Fischer Heinesen, havnafúti og talsmaður hjá teimum, ið vildu hava Halvorsen lækna aftur í starv, onkursvegna var fyri tær illgerðir, sum onnur høvdu gjørt. Tað var Arnstein Niclasen, sum leiddi Lars Løkke til‘ bumbumannin’. Í sendingini sigur Arnstein, at hann veit hvør legði bumburnar. Men hann vildi ikki út við, hvør tað er, men játtaði at spyrja seg fyri, um onkur teirra var áhugaður at tosa við Lars Løkke. Og soleiðis kundi Lars Løkke ringja uppá á donsku adressuni hjá Esmar Dalskinn. Tað verður ikki sagt í sendingini, men av myndum og lutum, sum eru avmyndaðir í sendingini framgongur heilt greitt, hesin Esmar hevur kommunistiskan samhuga við myndum av Che Guevara og Lenin, sovjetrussiskum flaggi og øðrum kommunistiskum halgilutum í íbúðini. 23 66 03 ella á lysingar @ knassar. fo. Hetta eru Føroya bestu miðmálamatstovur Tríggjar matstovur eru tilnevndar til henda“ Faroe Best”-heiðurin (Mynd: Fiskastykkið) SkrivaÐ: Tá Den danske Spiseguide 21. november fer at geva heiðursgávur til tey bestu nøvnini innan føroysku matstovuvinnuna, er ein av prísunum fyri bestu smyrjibreyðs-/miðmálamatstovur. Og tær tríggjar matstovurnar, sum eru tilnevndar til henda heiður eru Bitin í Havn, Fiskastykkið í Sandavági og so Munkastova umborð á Norrønu. Bent Christensen, Den danske Spiseguide, kunngjørdi tilnevningarnar í gjár. Hvør av hesum trimum fær heiðurin verður avdúkað 21. november, tá serligt gallatiltak, verður hildið á Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan. Fyritøkurnar Mowi Faroes og Pf. Poul Michelsen eru stuðlar til hesa heiðurslønina saman við forlagnum Booksforcooks hjá Bent Christensen Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Løgreglan legði hald á 50 el-rennihjól El-rennihjólini eru ólóglig, sigur løgreglan, sum tí tók øll rennihjólini hjá Hopp Tórshavn (Savnsmynd) SkrivaÐ: Seinasta fríggjadag lat ein nýggj tænasta upp fyri borgarum í høvuðsstaðnum. Talan var um eyðkendu el-rennihjólini frá íslendska veitaranum Hopp, sum kundu leigast umvegis appina Hopp Scooters. Men longu sama dag legði løgreglan hald á øll tey 50 rennihjólini, sum vóru komin til Havnar. Orsøkin var, at tey eru ólóglig í Føroyum, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at tey tóku tey fyrstu rennihjólini aftan á døgurða fríggjadagin, og tóku tey restina gjøgnum dagin og náttina, og um ein fór inn á appina Hopp Scooters, har til ber at síggja, hvar rennihjólini eru, sást eisini, at 50 rennihjól stóðu á politistøðini. –Sambært Akstovuni eru hesi rennihjólini ólóglig, og vit hava greitt eigaranum frá hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tað er ógreitt hvat nú hendir við teimum 50 el-rennihjólunum. –Tað er nokk ein spurningur, sum skal loysast millum løgfrøðingar, sigur hann. Sambært løgregluni vóru tað sum heild ung fólk og børn, sum koyrdu á rennihjólunum fríggjadagin. –Tey, sum vit hava noterað, hava í øllum førum verið undir 18 ár, sigur vaktleiðarin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 Føroyingar tvíbýttir um el-rennihjólini Atkvøðugreiðsla á Portalinum vísir at ein lítil meiriluti heldur, at nógv umrøddu el-hjólini seinastu dagarnar eiga at verða loyvd (Mynd: Kringvarpið) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað gingu ikki nógvir tímar frá at Hopp Tórshavn í síðstu viku koyrdi 50 el-rennihjól út á gøturnar í høvuðsstaðnum til, at løgreglan hevði tikið øll inn á støðina, har tey framvegis eru. Mikudagin bar til at geva sína meining til kennar um el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn. Á Portalinum var atkvøðugreiðsla, har til bar at svara um rennihjólini eiga at verða loyvd í Føroyum ella ikki. Næstan 3800 brúkarar atkvøddu, og ein lítil meiriluti, 54 prosent av teimum, heldur at tað eigur at vera loyvt. 46 prosent halda ikki at tey eiga at vera loyvd. Løgreglan hevur tikið rennihjólini á støðina tí tey eru at rokna sum procketbikes-lítlar breytmotorsúkklur–sum eru ólógligar í Føroyum. Enn er eingin loysn funnin í málinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021–Hetta er ikki í lagi Øll el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni, og enn er ógreitt, hvat hendir í málinum, men Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna, sigur, at sakførari hansara arbeiðir við tí (Mynd: Hopp Tórshavn) SkrivaÐ: Fríggjadagin legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn við tí grundgeving, at tey eru at rokna sum pocketbikes–lítlar breytmotorsúkklur–sum eru ólógligar í Føroyum, og el-rennihjólini eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni. Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna Hopp Tórshavn, heldur seg kortini ikki hava gjørt nakað ólógligt. Á Facebook-vanganum hjá Hopp Tórshavn skrivar fyritøkan, at tað er burturvið at rokna el-rennihjólini sum breytmotorsúkklur. –Rættari hevði verið at sæð hetta á sama hátt sum eina el-súkklu, ið eisini eru góðar grønar loysnir. Hetta hevði verið at hugsað grønt, og at sett handling aftanfyri visjónina um einar grønari Føroyar. Enn eru tey ikki komin nærri einari loysn í málinum, men Ebbi Asgeirsson sigur við Portalin, at hann hevur ein sakførara, sum arbeiðir við tí. –Tíverri er lítið, eg sjálvur fái gjørt, men mín sakførari arbeiðir við málinum. Ebbi Asgeirsson sigur seg hava tosað við løgregluna, men at tey ikki vita, hvat hendir í málinum. Eisini sigur hann, at hann ikki er meldaður fyri nakað lógarbrot. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Savningarmarkið á 500 tikið aftur Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur. Mælt verður kortini til, at fyriskipararar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja–Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á, sigur løgmaður (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Landsstýrið hevur nú gjørt av, at tilmælið um, at í mesta lagi 500 fólk savnast, verður tikið aftur frá 10. august at rokna. Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur. Mælt verður kortini til, at fyriskipararar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja. –Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. –At tilmælini linka merkir tó, at ábyrgdin hjá tí einstaka verður størri, bæði fyri sær sjálvum og øðrum, leggur hann afturat. Meðan ferðin økist, verður roynt at fáa so nógv koppsett, sum gjørligt, komandi tíðina. Sjúkrahúsverkið fer undir eitt átak, sum skal gera tað lættari hjá teimum, sum hava torført við at koma á koppsetingarstaðið, at verða koppsett. Til dømis hjá teimum, sum búgva á útoyggj. Landsstýrið fylgir smittustøðuni, og um hon broytist, verða tilmælini tillagað. Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Nú kunnu tey 12-15 ára gomlu koppsetast í Føroyum Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur gjørt av, at tey í aldursbólkinum 12-15 ár nú fáa tilboð um at lata seg koppseta. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur gjørt av at víðka covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon nú eisini fer at fevna um aldursbólkin 12-15 ár. Broytta kunngerðin varð lýst týsdagin og kom í gildi mikudagin. Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, sum er alneyðugt, um fólkið í Føroyum skal røkka floksórin fyri koronu. Floksórinið skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg. Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið. -Tað at fáa koppsett tey 12-15 ára gomlu er eisini við til at tryggja, at skúlar, frítíðarskipanir, ítróttarfeløg, musikkskúlar og annað ikki noyðast at steingja í tíðarskeið vegna covid-19. Eg vóni, at koppsetingin fær stóra undirtøku frá teimum 12-15 ára gomlu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Sjúkrahúsverkið bakkar: Tey sum ikki eru koppsett kunnu vitja á sjúkrahúsunum aftur Spurningurin um sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin. Sjúkrahúsverkið bakkar nú, og sigur, at øll nú aftur kunnu vitja á sjúkrahúsunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað hevur verið krav at vera koppsettur, um tú skuldi vjtja tíni kæru, sum lógu innløgd á sjúkrahúsunum kring landið. Men hetta er nú broytt. -Fyri at verja innlagdar sjúklingar, hevur Sjúkrahúsverkið áhaldandi tillagað umstøðurnar innanhýsis í mun til smittuvandan í samfelagnum. Nú smittutalið er minkað, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsinum uttan serlig fyrilit, segði Sjúkrahúsverkið í fráboðan týsdag. Sagt verður, at tað framvegis er galdandi at um vitjandi hava verið uttanlands, skulu tey hava negativa kanning, áðrenn vitjað verður. Spurningurin um at sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin, tá Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, boðaði frá grein 52 fyrispurningini til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann við heilsumálum. Hann spurdi hvør orsøkin var og eisini hvør munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni er, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test. -Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið (frá Sjúkrahúsverkinum, red.) ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til fyrispurningin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Men fyri at røkka floksórini upp á 80 prosent verða tey størru børnini nú eisini tikin við, siga heilsumyndugleikarnir (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Aldursbólkurin 12-15 ár er ikki í serligum vanda fyri at gerast hættisliga sjúkur av covid-19. Tað sigur covid-19 koppsetingarbólkurin í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Kortini er kunngerðin fyri koppseting móti koronu broytt soleiðis, at hon eisini fevnir um hendan aldursbólkin. Orsøkin er at Føroyar skulu røkka nógv umrødda flokkimmunitetinum. -Tað er eitt sindur serstakt, at vit í hesum førinum viðmæla koppseting av einum aldursbólki, ikki fyri at verja hann sjálvan ímóti hættisligari sjúku, men fyri at verja alt samfelagið. Hinvegin vilja vit sjálvsagt tryggjað okkum, at vit ikki skaða hesi børnini við at koppseta tey, og har vísa royndir aðrastaðni, har tey hava koppsett henda aldursbólkin í eina tíð, at tað hevur gingið væl, og at næstan ongi hjáárin eru, sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Matematiskt ber tað bara til at koma upp um 80 prosent koppsett í Føroyum, um børn niður í 12 ára aldur eisini verða tikin við, og Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, vísir á, at tað harafturat altíð eru nøkur, sum ikki vilja lata seg koppseta. Tað er farið at ganga heldur striltið við koppsetingini í Føroyum. Tey flestu, sum verða koppsett í hesum døgum verða koppsett fyri aðru ferð. Ikki tí tað ikki er nokk av koppingarevni, men tí føroyingar ikki bíleggja sær tíð til koppseting. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Koppseta á Giljanesi í næstu viku Skúlin á Giljanesi verður næsta mikudag karmur um koppsetingarstað. Hetta er eitt nýtt átak hjá kommunum har vestri saman við Sjúkrahúsverkinum Skúlin á Giljanesi (Mynd: Vága kommuna) SkrivaÐ: Sverri Egholm Mikudagin verður skjøtul settur á eina royndarverkætlan hjá kommunum í Vágum og Sjúkrahúsverkinum. Allir borgarar í Vágum verða tá bjóðaðir at lata seg koppseta móti covid-19 í Skúlanum á Giljanesi. Í Vágum eru tað annars nógv tey flestu, sum longu hava latið seg koppseta. Heili 80 prosent hava fingið fyrra prikið og 67 seinna prik. Men kommunurnar siga í tíðindaskrivi, at ynskið hjá teimum er at uppbyggja ein lokalan flokkimmunitet ímóti covid-19. Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið, og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, hava eisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik. Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn 15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast. Umframt hetta verður støkk-inn koppseting eisini. Tað verður millum klokkan 14 og 15. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Í skjótt 40 ár eru blóðroyndir av at kalla øllum nýføddum føroyskum børnum goymdar á PKU-kortum í einum biobanka hjá Statens Serum Institut. Royndir at fáa tilfarið heim hava higartil verið til fánýtis, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum biðið danska heilsumálaráðharran um at taka málið upp. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, vil nú hava føroysku PKU-kortini, sum eru blóð-screeningar av nýføddum børnum, heim til Føroya at varðveita og at vera til taks at brúka í føroyskum granskingarhøpi. Í tí sambandinum hevur hann vent sær til danska starvsbróður sín, Magnus Heunicke, at biðja hann taka málið upp. Síðan 1982 eru øll foreldur at nýføddum børnum í danska kongaríkinum spurd, um tey vilja, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum at kanna, um barnið hevur ávísar álvarsamar sjúkur. PKU-kortið er uppkallað eftir eini serstakari ílegusjúku, ið nevnist PKU (phenylketonuri) ella Føllings sjúka, men við blóðroyndini, sum verður tikin í hælinum á nýfødda barninum, verður eisini kannað fyri fleiri aðrar sjúkur. Næstan øll foreldur siga ja til kanningina, og blóðroyndin verður síðan goymd og skrásett á einum PKU-korti. Síðan skrásetingin byrjaði, eru øll kortini, eisini tey føroysku, goymd í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark. Føroyska heilsuverkið hevur í fleiri ár roynt at fáa hetta tilfarið heim, men tað hevur higartil verið til fánýtis. Tí hevur landsstýrismaðurin nú gjørt av at taka málið upp á politiskum stigi. -Hetta er tilfar, ið viðvíkur føroyskum borgarum, og tí eigur tað at verða varðveitt í Føroyum, so tað verður handfarið eftir føroyskum reglum eitt nú í sambandi við gransking. Eftir mínum tykki er tað sjálvsagt, at vit fáa hetta tilfarið heim, og eg havi eisini góðar vónir um, at tað skjótt fer at eydnast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 Lækking av prísum og avsláttarskipan fyri lastbilar, trailarar og tangabilar Frá 1. august eru tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, og harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár (Mynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Frá 1. augus eru tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár, skrivar tunnilsfelagið í tíðindaskrivi. Hetta merkir, at gjaldið millum Eysturoynna og Streymoynna fer úr 400 krónur niður í 320 krónur, meðan gjaldið millum Strendur og Rókina fer úr 100 krónur til 96 krónur. Prísirnir eru treytaðir av, at ein hevur hald. Um ein ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 krónur. Avsláttarskipan Fyri størri brúkarar av tunlinum verður eisini veittur ein avsláttur, alt eftir hvussu nógv tunnilsgjaldkundin (løgfrøðiliga eindin) hevur goldið í tunnilsgjaldi fyri lastbilar, trailarar og tangabilar seinasta hálva árið. Roknað verður frá 1. juli, og fyrstu ferð avslátturin verður roknaður, verður 31. desember. Avslátturin verður veittur soleiðis: fyri tunnilsgjald frá kr. 50.000-100.000, verður veittur avsláttur á 2% fyri tunnilsgjald frá kr. 100.000–500.000, verður veittur avsláttur á 4% fyri tunnilsgjald frá kr. 500.000–1.000. 000, verður veittur avsláttur á 6% fyri tunnilsgjald omanfyri 1.000. 000, verður veittur avsláttur á 8% Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð fram til og við 31. desember 2021. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021 Eitt lítið vet færri bilar í juli Hóast hægstu feriutíð koyrdu bara gott 30 færri bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin í juli í mun til undanfarna mánað Í juni 2021 hevði ratingfyritøkan Moody’ s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og Landsbanka Føroya, og hósdagin gjørdi Moody’ s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa 2 við støðugum útlitum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa 2 er Frakland. Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’ s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta. Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er í 2021 3,3 milliardir krónur at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av Covid-19, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Fyrra hálvár royndist væl hjá BankNordik Fyrra hálvár hjá BankNordik var serliga merkt av søluni av danska virkseminum, ið varð endaliga avhendað í juni. Virksemið hjá samtakinum stóð seg væl á øllum marknaðum í tíðarskeiðinum. Hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri. -Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjør bóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávís óvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankin kann tí rinda partaeigarunum peningin aftur. Sostatt ber sølan við sær, at 700 milliónir krónur eftir ætlan verða goldnar partaeigarunum næstu árini. Tað svarar til 73 krónur fyri hvørt partabrævið. Umleið 6.000 føroyingar eru í dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga tilsamans góð 60 prosent av bankanum. Alsamt fleiri viðskiftafólk velja grønar loysnir BankNordik leggur dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólkunum at velja grønar loysnir og bjóðar tí lán til elbil, grønar orkuskipanir og orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við serliga lagaligari rentu. Á tann hátt kunnu viðskiftafólk velja burðardyggar loysnir til bústað og bil, ið bæði gagna umhvørvinum og pengapunginum. Í mars byrjaði bankin at veita eitt nýtt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til bústaðir, ið verða hitaðir við varandi orku. Undirtøkan hevur verið góð, og higartil eru bústaðir fyri 120 milliónir krónur fíggjaðir við nýggja láninum. Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við varandi orku, kunnu leggja vanliga bústaðarlánið um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eitt lægri lánsgjald. Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020 Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við-2 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2020 Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020 Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr. Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr. Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3% Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Avtala gjørd um grótið av Gomlurætt Mánadagin varð avtala gjørd millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um náttarkoyringina av Gomlurætt, og um keyp av avlopsgróti frá Tunnilsfelagnum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Avtalan er soljóðandi: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ið varar av P/F Eystur- og Sandoyartunlar (Tunnilsfelagið) og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hava viðgjørt støðuna um koyring av gróti av Gomlurætt. Endamálið hevur verið at finna eina semju um koyringina til og av Gomlurætt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur virkað fyri, at semja er fingin við Tunnilsfelagið um at stegða koyring við gróti um náttina. Partur av semjuni millum Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið er, at Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur gjørt avtalu um at keypa avlopsgrótið við Gomlurætt frá Tunnilsfelagnum og at avlopsgrótið verður brúkt í sambandi við komandi útbyggingar í kommununi. Avtalan er treytað av, at Tórshavnar býráð tekur undir við henni og at Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, har grótgoymslan er løgd, nøkur ár fram. So leingi sum kannað verður, um Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, og at býráðið tekur undir við avtaluni, steðgar Tunnilsfelagið við koyring av gróti um náttina millum 00: 00 til 06: 00 og sunnudagar millum 00: 00 og 15: 00 Í hesum tíðarskeiði tekur Tórshavnar kommuna fyribils verandi skelti niður. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 Gevast fyri í ár: Hellutangi verður liggjandi Fóðurflakin sum sleit á Víkum í illveðri í apríl verður liggjandi veturin av (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nógvar royndir eru gjørdar, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa fóðurflakan Hellutanga leysan. Fóðurflakin sleit á Víkum og fór á land í illveðri í apríl, og hevur ligið við Reipsáfoss síðani. -Vit hava gjørt nógvar royndir, men eingin hevur gingið sum vit høvdu vónað, og nú hava vit tikið eitt“ timeout” og fara at brúka tíðina til at hugsa um, hvørjir aðrir møguleikar kunnu troytast, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sum eigur flakan, við VP. Roynt hevur verið at tetta skrokkin og fylla hann við luft, og síðani royna at toga hann leysan. Atli Gregersen sigur við VP, at nógv tíð og orka er brúkt uppá Hellutanga í summar, og tað má ikki gloymast at Hiddenfjord eisini hevur nógvan alifisk í sjónum, sum skal passast. Luna fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Ársins fyrsti kúlulaksur fingin í Trongisvágsósanum Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, sum er í Føroyum og vitjar familju, ið lat kúlulaksin til Fiskaaling. Kúlulaksurin vigaði 1298 gramm og var 53 sentimetrar til longdar SkrivaÐ: Marius Falkenstrøm fekk herfyri ein prúðan kúlulaks, tá hann var túr við tráðuni í Trongisvágsósanum. Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks. Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: Ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017. Nú er aftur ólíka ár, og úr Noregi frættist um methøg tøl av kúlulaksum. Í mai boðaði Havstovan frá, at tey á fyrsta sinni høvdu fingið kúlulaks við havrannsóknarskipinum, og tí varð væntað, at kúlulaksur fór at fáast viđ tráðu í Føroyum í ár. Tá ið tað í 2017 frættist, at sílaveiðifólk høvdu fingið metnógvar (fimm) kúlulaksar við tráðu í Føroyum, heitti Havbúnaðarfelagið á Fiskaaling um at kanna hetta. Í 2019 vórðu tilsamans seks kúlulaksar fráboðaðir. Allir vóru kynsbúnir við sili ella rognum, og kynsbýtið var javnt, t. e. tríggir kallfiskar og tríggir kvennfiskar. Eins og í 2019 var fyrsti kúlulaksurin í ár kallfiskur við sili. Í 2019 varð fyrsti kúlulaksurin fingin 22. juli í ósanum á Kaldbaksfirði, meðan tann fyrsti í ár varð fingin eina viku seinni, ólavsøkudag, í ósanum í Trongisvági. Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, sum er í Føroyum og vitjar familju, ið var so beinasamur at boða frá og lata kúlulaksin til Fiskaaling. Kúlulaksurin var á 1298 gramm og 53 sentimetrar til longdar. Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks. Vitanin verður øll skrásett og viðgjørd, soleiðis at vit við tíðini kunnu fáa størri og betri vitan um kúlulaksastovnin í føroyskum sjóøki. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma. Tíðindaskriv frá Fiskaaling Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 23 Borðoyarnes aftur á kalvaveiðu Leiðin liggur yvir aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank Kristian Mathisen, skipari á Borðoyarnesi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) SkrivaÐ: Føroyska Sjómansmissiónin Borðoyarnes er farið aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank at fiska hvítkalva. -Vit vóru har yviri fyrr í ár og fiskiskapurin var brúkiligur. Avbjóðingin var tá at sleppa av við fiskin, sum vit landaðu í Bay Roberts. Nú vóna vit, at søluliðið verður betur og harvið raksturin, sigur Kristian Mathisen, skiparin á Borðoyarnesi. -Vit ísa kalvan, og tað eru góð tvey samdøgur at sigla innat landa, so fiskitíðin er avmarkað. Nakað av tíð fer til sigling, so tað skal vera nakað av fiskiskapi, fyri at tað loysir seg, og tað vóna vit, sigur Kristian. Síðstu vikurnar hevur Borðoyarnes verið á sleipistøð í Klaksvík, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 24 Væl av toski, men tvær støddir mangla Hetta er ein av teimum frægu túrunum í ár og eg haldi tað sær dámligari út nú enn fyrr í ár, sigur skiparin umborð á trolbátinum Jens Leon Johan Djurhuus til høgru (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) SkrivaÐ: Føroyska Sjómansmissiónin-Vit hava roynt vestanfyri í átta dagar og hava 450 kassar. Umleið helvtin er toskur, so tað er ein rímuliga góður túrur, sigur Johan Djurhuus, skipari á trolbátinum Jens Leon. -Hetta er ein av teimum frægu túrunum í ár og eg haldi tað sær dámligari út nú enn fyrr í ár. Síðsta túr fingu vit eisini nakað av toski og hann var feitur og hevði væl av hvítingsbróðri í maganum, mennærum onga nebbasild, sigur hann. -Tað hevur púra ongin toskur verið at fingi í ár, men nú er hann aftur og hann er feitur. Kortini haldi eg tað mangla tvær støddir av toski. Vit fáa stóran tosk og so stødd fýra. Stødd tvey og trý er burtur, men onkur útróðrarmaður segði, hann var inni á Vestmanna, sigur Johan skemtandi. (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)-Árið higartil er vánaligt til fiskiskap og so viðraði tað illa í vár, tí tað var nógv høgætt. So vónandi verður seinna hálvár gott. Hesaferð fingu vit eisini góðan prís, so túrurin gjørdist góður, sigur Johan Djurhuus. Fýra mans eru við Jens Leon, sumlandaði á Toftum í gjár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 25 Makrelurin longur norðuri enn undanfarin ár Makrelkanningarnar hjá Jákup Sverra eru lidnar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fyrsta yvirlitstroling eftir makreli við Jákupi Sverra var liðug beint fyri ólavsøku. Fyribilsúrslitini benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár. Tað sær eisini út til, at útbreiðslan av makreli er meira ójøvn í ár í mun til í fjør. Tó at einans 60 fjórðingar eru millum regluligu hálini, so var stórur munur á makrelnøgdini frá einum háli til annað. Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark og Íslandi. Grønland var ikki við í ár. Enn er ov tíðliga at siga nakað um samlaðu nøgdina av makreli. Tølini frá øllum luttakandi skipunum verða tald saman og eitt vísital roknað út, sum so verður partur av stovnsmetingini síðst í august. Silda- og svartkjaftastovnarnir verða eisini kannaðir á hesum túrunum, og úrslitini verða gjørd upp seinni í august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Bátastevnan eisini avlýst Bátastevnan í Vestmanna, sum fyrst skuldi vera í fjør, men síðani síðst í august í ár, er nú eisini avlýst. Óvissan um koronu og almennu tilmælini gera, at teir hava valt at avlýsa (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Bátastevnan, sum skuldi vera 27. og 28. august er avlýst. Hesum boðaðu fyrireikararnir frá leygardagin. -Tað er enn sera ivasamt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir síðst í august, og óvissan ger, at fyriskiparnir nú hava valt at avlýsa Bátastevnuna, verður sagt. Bátastevnan 2022 verður 26.-28. mai og atgongumerki, ið vóru keypt til Bátastevnuna 2020 kunnu nýtast tá. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 Fyrsta útlendska parið vígt í Sunda kommunu Radka og Miroslav vóru komin til Føroya at ferðast–tað var 23 ára gamli varaborgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, sum vígdi parið (Mynd: Sunda kommuna) SkrivaÐ: Mánadagin var vígsla á skránni við Gjógv, har Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, vígdi kekkiska parið, Radka og Miroslav. Sambært Sunda kommunu eru Radka og Miroslav, sum vóru komin til Føroya at ferðast, fyrsta útlendska parið, sum er vígt í kommununi. Samstundis var hetta eisini fyrsta uppgávan hjá Eyðsteini Zachariasen sum varaborgarstjóri. –Eyðstein er bert 23 ára gamal og vænta vit, at hann er yngsti persónur nakrantíð, ið hevur vígt eitt par í Føroyum, skrivar kommunan. Fleiri myndir frá vígsluni síggjast her. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Viðarlund inni í Dølum nærkast Nú vantar bara endaliga loyvið frá Yvirfriðingarnevndini (Mynd: Google) SkrivaÐ:“ Nú vantar bara loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, so skuldi verið klárt at byrja at hegna. Vónandi hoyra vit skjótt frá teimum, so vit kundu fingið sett stikið upp og møguliga sett nøkur trø niður, áðrenn ov langt er útliðið í ár”. Soleiðis skriva tey fýra, Anni, Janus og Leivur, sum øll eita Sørensen og Bergur Viderø á afturlatna bólkinum á Facebook, ið kallast'Viðingar á Facebook'. Tey fýra sita í einum arbeiðsbólki, sum í eina tíð hevur arbeitt við at gera eina viðarlund inni í Dølum sunnan fyri Viðareiði, har sum nýggi tunnilin til Viðareiðis munnar út. Talan er um eitt øki á tveir hektarar, ið er staðsett millum Dalá og landsvegin, oman móti Tvørdalsá. Tey fýra skriva soleiðis:-Hugsanin er, at ein áhugabólkur skal standa sum ábyrgdarhavandi leigari millum festaran, Tummas Thomassen, og kommununa. Bakkafrost hevur latið hegnið, og vilja teir eisini fíggja keypið av trøum og runnum v. m., men arbeiðið við at hegna, planta, gera gøtur v. m. verður alt gjørt sjálvboðið, og taka vónandi mong undir við at geva eina hjálpandi hond, tá klárt verður at byrja. Lagt verður afturat, at Náttúrufriðingarnevndin fyri Norðoya Sýslu, umboð fyri Búnaðarstovuna og Skógfriðingarnevndina hava verið á staðnum, og at tey halda hetta vera eitt sera gott tiltak at fara í holt við. -Skógrøkt Landsins er sera jalig, og tað skal ikki standa á frá teirra síðu við ráðgeving um, hvat og hvussu er best at gróðurseta, skrivar arbeiðsbólkurin. -Kommunan setti seinasta heyst ein arbeiðsbólk, við okkum fýra undirritaðu, at arbeiða við at fyrireika at fáa økið til vega, gera avtalu við festaran Tummas Thomassen, fund við Bakkafrost, samskift við kommununa v. m., og hava allir partir verið stak positivir at samstarva við. Vónanandi taka øll væl undir við hesi ætlan, sum vónandi um nøkur ár verður eitt fríøki til gagn og gleði fyri mong, og ikki minst fyri fuglalívið í økinum. (Mynd: Pól Sundskarð) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Almenn stuðulsrenning í miðbýnum í Havn í dag RAG-stuðulsrenningin (Race and Give) verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet SkrivaÐ: Hetta vikuskiftið verður stóra almenna stuðulsrenningin RAG (Race and Give) í miðbýnum í Havn. Talan er um eitt tiltak, sum verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet, sum í ár m. a. er á Argjum. Á RAG-stuðulsrenningini verður runnið, gingið og trillað fyri at stuðla einum góðum endamáli. Rennarar eru vælkomnir at vera í festligum klæðum, ella klæða seg út, og ymisk landafløgg eru eisini vælkomin, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi. Tiltakið verður í dag frá klokkan 14 til 16. Hitað verður upp klokkan 13.45, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setur tiltakið klokkan 13.55. Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er ein kilometur. Umframt renningina, verður ymiskt á skránni, og vóna fyrireikararnir, at nógv leita sær oman í býin at renna, ganga, ella hyggja og heppa. Við trappuna í Vágsbotni verður pallur settur upp, altjóða lovsangsorkestrið á Teenstreet spælir, og VSJ verður DJ og diskar upp við upbeat tónleiki. Frásøgumaður heppar á rennararnar, skriva fyriskiparar. Á Ebenezer-trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini. Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa eina pylsu. Eisini verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum. Umframt tey 300 frá TeenStreet-leguni, kunnu onnur eisini renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við, og onnur rennifeløg eru eisini meira enn vælkomin at renna við, siga fyriskiparar. Nevnt verður eitt nú, at onkur rennari ætlar at renna hálvt marathon uppá tveir tímar, so brúk er fyri øllum kreftum at heppa. Luttakararnir á TeenStreet-leguni finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla–annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. ein km long, og onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað við flyta pengar á eitt kontomummar, sum verður upplýst á stóra pallinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 Rudda Føroyar setir sjóneykuna á dálking av sigarettstubbum Í hesum døgum eru stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban SkrivaÐ: Tíðindaskriv Felagsskapurin Rudda Føroyar hevur síðan 2017 samskipað altjóða ruddingardagin vegna Føroyar í september á hvørjum ári, og hesi árini hevur felagsskapurin savnað fólkið um at rudda heili 65 tons av burturkasti upp úr náttúruni. Hetta vil Rudda Føroyar broyta. Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru. Hetta verður gjørt við eini kunnandi lýsingaherferð og við at seta gjøgnumskygd stubbarør upp ymsastaðni í Havnini í summar. Rudda Føroyar vónar við hesum átaki at fremja eina hugburðsbroyting hjá fólki. Í fyrstu atløgu fer átakið fram í Tórshavnar kommunu. Rudda Føroyar fekk í mai mánaði umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til átakið. Frá viku 30 og nakrar vikur fram verða stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban. Eisini eru ókeypis lummaøskubikør tøk hesi støðini: Sirkus, Eta, Paname, Sentrum og Essabarr. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Kolaðist upp tí hann stóð ov nær Ein bussur sum kolaðist upp 14. juli stóð ov nær einum træbjálka (Mynd: Dávið Hentze) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tá oljufýringin fýr í gongd, kom heit luft úr útstoytinum. Hon gjørdi, at bussur kolaðist upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík 14. juli. Tað vísa brandteknisku kanningarnar sum eru gjørdar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd, við útvarpið. (Mynd: Dávið Hentze) Bussurin varð bakkaður tætt upp ímóti einum skráa og einum træbjálka. Luftin sum varð blást úr útstoytinum út var 300 hitastig, og av tí sama savnaði hitin seg saman og festi í træbjálkan, og sum síðani hevði við sær at eldur kom í bussin. Einki fólk var við bussin, sum stóð parkeraður á einum óbygdum øki við Karlamagnusarbreyt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Menningarnóttin í Reykjavík avlýst Samstundis er stóra maratonrenningin í íslendska høvuðsstaðnum útsett í ein mánaða SkrivaÐ: Reykjavíkarbýur hevur avlýst sína siðbundnu mentanarnátt ella‘ menningarnótt’, orsaka av korona, og serliga smittandi delta-frábrigdinum, ið serliga rakar børn og tannáringar. Tað boðaði býarstýrið í Reykjavík frá í vikuni. Hetta er annað árið á rað at mentanarnáttin, ið skuldi verið hildin 21. august í ár verður avlýst orsaka av korona. Mentanarnáttin í Reykjavík verður altíð hildin fyrsta leygardag eftir 18. august, sum er‘ føðingardagur’ Reykjavíkar. Vanliga vitja yvir 100.000 fólk býin hetta kvøldið. Samstundis boðaði Íþróttabandalag Reykjavíkur eisini, at tað heldur ikki verður nakað Reykjavík Marathon í sambandi við mentanarnóttina. Marathon renningin er ístaðin útsett í ein mánaða til 18. september. Rennikappingin verður í ár skiðað soleiðis, at rennararnir verða sendir avstað í bólkum á 500, og at mál og startur verður á ymsum støðum fyri at tað ikki skulu vera so nógv fólk savnað á sama stað. Umleið 2.000 útlendingar hava meldað seg til Reykjavík Marathon í ár. Frímann Ferdinansson, formaður fyri ítróttarráðnum í Reykjavík sigur við Morgublaðið, at teir rennarar, ið hava meldað seg til, og ikki kunnu vera við í september, kunnu koma næsta ár ístaðin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Tað hevur stóran týdning at halda fram við og útbyggja oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland til tess at kunna nøkta tørvin á olju og gassi hjá Bretlandi í framtíðini sigur Shell stjórin Í løtuni er rættiligt orðaskifti í bretskum miðlum, antin nýggjar olju- og gassútbyggingar, eitt nú eystan fyri Føroyar, skulu fáa grønt ljós ella ikki. SkrivaÐ: Hesa seinastu tíðina hevur í Bretlandi av álvara verið varpað ljós á oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Umhvørvisfelagsskapir og politikarar í Bretlandi vilja steðga øllum framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland-nærum í stundini. Hetta hendir um somu tíð sum oljufeløg royna at fáa grønt ljós til nýggjar útbyggingar í hesum økjum, sum hava til endamál at kunna nøkta eftirspurningin eftir olju og gassi í Bretlandi í mong tíggjutals ár aftrat. Mitt í hesum brennideplinum av einum almennum kjaki er serstakliga ein komandi útbygging av eini olju- og gasskeldu, nevniliga Cambo, sum liggur tætt við føroyska markið. Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell hava søkt um loyvi at útbyggja kelduna til framleiðslu og bíða tey nú eftir hesi góðkenning frá bretskum myndugleikum. Umsóknin hevur fingið umhvørvisfelagsskapir og onnur at krevja av bretskum myndugleikum, at teir vísa umsóknina frá sær, við tí grundgeving, at hon gongur ímóti royndunum at steðga veðurlagsbroytingunum serstakliga nú undan komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í november. Vinnan og myndugleikar gjørt avtalu Umboð fyri vinnuna hava víst aftur, at útbyggingin gongur ímóti veðurlagspolitikkinum hjá stjórnini. Og her gongur forkvinnan í bretska oljuvinnufelagsskapinum Oil and Gas UK, Deirdre Michie, á odda. Hon hevur í kunning til almenningin aftur og aftur víst á, at Bretlandi tørvar olju og gass í mongu tíggjutals ár aftrat og heldur enn at skula innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum als einki eftirlit ella mál hava við CO2 útláti, eigur Bretland sjálvt at standa fyri framleiðsluni til egna nýtslu. Og henda framleiðsla fer at koma frá Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland. Vinnan vísir á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar um saman at minka um CO2 útlátið, tann sonevnda North Sea Transition Deal. Sambært hesi bindur oljuvinnan seg til at gera sítt til at virka fyri eini gongd at røkka einum null-útláti í 2050. Sambært forkvinnuni í OGUK, so hava oljufeløg, sum skulu undir útbyggingar eitt nú eystan fyri Føroyar, tikið við í sínar ætlanir møguleikan fyri at reka komandi pallar við streymi frá varandi orkukeldum, tá hesin verður tøkur einaferð komandi árini. Umhvørvisfólk hart ímóti útbygging Eftir at bæði umboð fyri umhvørvisfelagsskapir og politiskar flokkar so sum Grøna flokkin í Skotlandi, hava funnist harðliga at ætlanunum at góðkenna nýggjar útbyggingar, hevur eitt nú stjórin i Shell úttalað, at framtíðar útbyggingar av oljukeldum í Norðsjónum eru neyðugar umframt at tær hava eisini til endamál at geva sítt ískast til eina menning av varandi orkuloysnum. Eins og forkvinnan fyri alla oljuvinnuna í Bretlandi heldur Ben van Beurden, Shell-stjóri, at tað gevur onga meining at forða fyri neyðugum útbyggingum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, tá eftirspurningurin eftir olju og gassi í Bretlandi verður veruleiki í mong mong ár aftrat. Tað, sum tá fer at henda, er, at Bretland noyðist at innflyta olju úr londum, sum als einki eftirlit yvirhøvur hava við framleiðsluni ella taka atlit til CO2 útlátið. Cambo, sum stríð er um í løtuni, er tann oljukeldan, sum liggur tættast við føroyska markið. Eisini Rosebank fyri norðan liggur nær við markið. Stjórin í Shell sigur víðari, at tað tí hevur stóran týdning, at oljufeløg sleppa at halda fram við framleiðsluni í Norðsjónum heldur enn, at Bretland skal verða tvungið til at innflyta olju og gass úr øðrum londum. Víst verður eisini á, at inntøkur frá oljuvirkseminum eru við til at fremja íløgur í grønar loysnir so sum innan vind og sólorku, fangan og goyming av CO2 og menning av øðrum orkutættum so sum vetni. Eisini verður víst á, at slík gongd hevur stóran týdning fyri at varðveita 100.000 tals størv innan orkuvinnuna. Umhvørvisfólk og umboð fyri politiskar flokkar so sum tey grønu og nú eisini Labourflokkin vilja vera við, at grundgevingarnar hjá vinnuni eru einki annað enn undanførsla og skálkaskjól og hava tey als onga tiltrúgv til, at grønu umskiftisætlaninar hjá vinnuni fara at hjálpa veðurlagnum. Tey halda, at einasta rætta er at steðga øllum oljuvirksemi. Støðan í Danmark og Norra Taka vit grannalondini Danmark og Norra, so sær lutvíst nógv øðrvísi út har. Hóast Danmark hevur avgjørt at steðga nýggjari oljuleiting, so hevur landið tó avgjørt, at oljuframleiðsla kann halda fram í nærum 30 ár aftrat, heilt fram til ár 2050. Hvat oljuleitingini viðvíkur, so vilja serkøn vera við, at her er talan um eina meira symbolska avgerð, tí eftir 50 ára leiting og framleiðslu, eru neyvan nógv nýggj øki at leita eftir í. Kortini loyva danir oljufeløgum, sum í dag arbeiða á danska landgrunninum, framhaldandi at leita eftir nýggjum goymslum nærhendis teirra verandi framleiðslum. Í samrøðu við bretska blaðið The Guardian eftir donsku avgerðina at halda fram at framleiða til 2050, staðfesti Dan Jørgensen, orku- og umhvørvisráðharri, at danska vælferðarsamfelagið í stóran mun byggir á framleiðsluna av olju og gassi seinastu fimti árini, og at henda gongdin fer at halda fram. Í Norra er øðrvísi. Har ganga bæði stjórnin og andstøðan inn fyri at halda fram við nýggjari leiting, nýggjum útbyggingum og at halda fram við verandi framleiðslum. Um somu tíð liggja oljufeløg, sum eru virkin á norska landgrunninum, sera frammaliga, tá talan er um at brúka pengar og orku uppá at menna alternativar orkumøguleikar. Og her er tað fyrst og fremst orkufelagið Equinor, sum gongur á odda. Nú verður so áhugavert at fylgja gongdini í Bretlandi, har serstakliga tey, sum ganga inn fyri her og nú at steðga øllum nýggjum oljuvirksemi, gera vart við seg, meðan vinnan av øllum alvi roynir at verja seg og tey meira enn 100.000 arbeiðsplássini í serstakliga Skotlandi. So tætt við markið liggur risastóra Cambo oljukeldan. Verður grønt ljós givið til útbygging, so verður ein týðandi infrastrukturur mentur í føroyska umhvørvinum, ið kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu her. Í verkætlanini fyri Cambo er umframt framleiðsluskip til oljuna, eisini gassleiðing til Hetlands. Eisini avleiðingar fyri Føroyar Hvør avgerð enn verður tikin um Cambo-útbyggingina beint eystan fyri føroyska markið, so fer hon so ella so at ávirka støðuna hjá Føroyum í framtíðar oljuhøpi. Føroyskir politikarar hava jú tikið undir við, at útlendsk oljufeløg kunnu leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Hóast eingin umsókn er komin í fleiri ár, so veit Oljuportalurin, at oljufeløg, sum arbeiða beint hinumegin markið, hyggja eisini eftir føroysku undirgrundini. Millum hesi feløg eru tey, sum standa fyri ætlaðu útbyggingini av Cambo oljukelduni við markið. Tey bíða nú eftir endaligu góðkenningini. Og gongur hon teimum á møti, sum mangt bendir á, tá verður fyrsta stigið tikið til eina framleiðslu og harvið eisini infrastruktur, sum liggur so nær við Føroyar, sum hugsast kann. Eitt undirstøðukervið á hesi leiðini so nær Føroyum kann fáa alstóran týdning fyri útvinnan av olju og gassi frá møguligum fundum føroysku megin markið. Hinvegin–um Cambo ikki verður góðkent, so kann tað koma at merkja eitt endaligt punktum fyri føroyska oljuleiting. Tí um oljufeløgini, sum hava brúkt nógva orku uppá at menna verkætlanir til útbygging beint hinumegin markið, ikki sleppa at útbyggja fund, sum longu eru gjørd og sum entá eru risastór, tá fara hesi og onnur oljufeløg, neyvan at síggja nakra framtíð í leiting føroysku megin markið heldur. So ein kann gott ímynda sær ta niðurstøðu, at føroysk framtíðar oljuleiting og oljuvirksemi nú liggur í hondunum hjá bretskum myndugleikum, sum skulu koyra fingurin upp ella niður fyri útbyggingini av Cambo. Og fær Cambo grønt ljós ein av komandi døgunum ella vikunum, so fer tað væl eisini at merkja, at aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Rosebank og Clair South, fara at fáa neyðugu loyvini at byggja út. Hinvegin–verður Cambo koldømt, so merkir tað væl, at tað sama fer at henda við øðrum útbyggingum í sama øki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina framleiðir streym á netið Sjóvarfallsstøð í Orknoyggjunum framleiðir nú streym inn á netið SkrivaÐ: Í meira enn 15 ár hava verið gjørdar royndir við sjóvarfallsorku í Orknoyggjunum. Loksins er“ Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina”, sum hon verður nevnd, farin at framleiða streym inn á elnetið í Orknoyggjunum. Talan er um O2 turbinuna, sum Orbital Marine Power hevur ment. Tann 74 metrar stóra turbinan er fest í akker í Fall of Warness og bundin í netið á“ European Marine Energy Center, umvegis ein sjókaðal. Hetta skrivar Energy Voice. Turbinan er uppá 2 mega-watt, og fer hon at framleiða streym komandi 15 árini svarandi til nýtsluna hjá 2.000 húsarhaldum. 02 fer eisini at veita orku til eina støð í landi, sum framleiðir grønt vetni. Andrew Scott, stjóri sigur, at hetta er ein týðandi varði fyri 02 verkætlanina og takkar hann bæði Orbital og veitingarvinnuni fyri at hava avrikað eitt sera væleydnað arbeiði. “ Okkara vón er, at henda ætlan kann vera við til at fáa onnur kring heimin at taka undir við útbygging av sjóvarfallsorku, sum kann vera við til at steðga verðurlagsbroytingunum. " Turbinan er gjørd í Dundee, og verður roknað við, at kostnaðurin, sohvørt turbinan verður ment og umbiðin, kann minka munandi. Nú verður farið at byggja størri eindir, sum tá kunnu setast upp ymsa staðni í Bretlandi. Ráðharrin fyri varandi orku í Skotlandi sigur, at hetta er ein stórur dagur fyri Skotland, sum við hesi verkætlan hevur lagt seg á odda við sjóvarfallsorku. Eisini í Føroyum verða royndir gjørdar við sjóvarfallsorku. Tað er ein svensk fyritøka, sum saman við SEV ger royndir í Vestmannasundi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 35 ILA-virus í norsku alivinnuni Herviliga laksasjúkan er mest útbreidd í teimum norðastu landslutunum ILA-sjúkur laksur. Ljósar toknur og myrk livur eru eyðkenni fyri sjúkuna (Mynd: NRK) SkrivaÐ: Aftur í ár stríðist partur av norsku alivinnuni við herviligu ILA-laksasmittuni. Í teimum trimum norðastu fylkjunum er smittan staðfest í 17 alibrúkum tilsamans, meðan trý brúk á Vestlandet eisini eru rakt, skrivar NRK við Fiskeridirektoratet sum keldu. Nú verður ávarað um, at árið í ár kann gerast verri enn 2020 hvat ILA-sjúkuni viðvíkur. ILA-virus finst í tveimum frábrigdum–annað er skaðiligt, og hitt ikki, sigur Bjørn Olav Kvamme frá Havforskningsinstituttet við NRK. -Tað skaðaleysa frábrigdið er lutfalsliga vanligt, og finst í fleiri alibrúkum. Og so kann tað–av ókendum orsøkum, gerast til tað skaðiliga frábrigdið. Tað er orsøkin til, at ILA kann koma fyri rættiliga tilvildarliga í øllum Noregi, sigur hann. Smittan kann spjaða seg millum alibrúk, antin gjøgnum fisk, ið er sloppin, ella umvegis fólk og útgerð, sum ber virusið. -Vit síggja, at samband millum alibrúk, eitt nú bátar, manning og útgerð kann vera við at føra smittuna víðari, sigur Are Tømmersberg Sletta, deildarleiðari í Mattilsynet. Tað er Mattilsynet, sum stendur fyri at niðurberja smittuna í Noregi. Men enn hava tey ikki staðfest, hvussu smittan er komin. ILA kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey alibrúk, ið verða rakt, greiðir Line Ellingsen, stjóri í Ellingsen Seafood frá. Felagið hevur fingið staðfest ILA í einum aliringi í Tjelsund í Troms. Harvið má allur fiskurin í alibrúkinum slaktast, hóast tað bert er funnin smitta í tí eina ringinum. Ikki bara hevur fiskurin ikki fingið ta stødd, hann skuldi hava áðrenn hann verður slaktaður. Men tað er heldur ikki marknaður fyri laksi, sum kemur frá alibrúki, har ILA er staðfest, hóast hesin als ikki er til vanda fyri fólk, upplýsir Ellingsen fyri NRK. Hetta er t. d. galdandi fyri kinesiska og avstralska marknaðin. Enn vita tey ikki hvussu umfatandi ILA-smittan í Noregi kann gerast í hesum umfari, skrivar NRK. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Skulu útflýggja skattaskjølini hjá Trump Amerikanska løgmálaráðið hevur givið skattavaldinum boð um at útflýggja skjølini Seinastu árini hevur verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men tað hevur Trump ikki gjørt (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Síðsta fríggjadag gav amerikanska løgmálaráðið amerikanska skattavaldið boð um at útflýggja skattaskjølini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump. Talan er um skjøl, sum skattanevndin í umboðsmannatinginum hevur roynt at fingið hendur á síðan 2019. Løgmálaráðið staðfestir, at nevndin hevur rætt at síggja skjølini, sum snúgva seg um eitt seks ára tíðarskeið. Nevndin hevur illgruna um, at Trump hevur snýtt við sínum skattaskjølum, skrivar Ritzau. Demokratiska forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, sigur, at málið um sjálvuppgávuna hjá Trump snýr seg um trygdina hjá USA. –Amerikanska fólkið hevur uppiborið at fáa fakta um hansara ørkymlandi áhugamálsstríð og hansara undanmáan av trygd og fólkaræði, sigur hon. Seinastu mongu árini hevur tað annars verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men Trump gjørdist eitt undantak. Blaðið New York Times hevur annars áður endurgivið nøkur av skattaskjølunum hjá Trump, har tað framgongur, at hann í fleiri ár rindaði nærum ongan landsskatt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021 37 Leygardagur 07. august 2021 Trump bað amerikanska løgmálaráðið um at ógilda forsetavalið 27. desember–fáar vikur áðrenn Joe Biden formliga gjørdist forseti–ringdi fráfarandi forsetin, Donald Trump, til táverandi løgmálaráðharran fyri at fáa hann at ógilda valið–Bara sig, at valið er ógildað, so klári eg restina, skal Trump hava sagt í telefonsamrøðu við løgmálaráðharran í desember (Savnsmynd) SkrivaÐ: Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump royndi at leggja trýst á fólk í amerikanska løgmálaráðnum fyri at fáa forsetavalið í 2020, har hann tapti til núverandi forsetan, Joe Biden, ógildað. Hetta hóast eingi prógv vóru funnin um valsvik, sum Trump annars vildi vera við var orsøkin til tapið. Hetta hendi 27. desember, fáar vikur áðrenn Joe Biden formliga tók við sum forseti. Tá ringdi fráfarandi forsetin til táverandi løgmálaráðharran, Jeffrey A. Rosen og vararáðharra hansara, Richard P. Donoghue. Telefonsamrøðan snúði seg um uppáhaldið um valsvik, sum løgmálaráðið hevði víst aftur, og tá vísti vararáðharrin á, at løgmálaráðið ikki hevði valdið til at broyta eitt valúrslit. Til hetta svaraði Trump bert, at tey bara skuldu siga, at valið var ógildað, og so skuldi hann taka sær av restini, skrivar Ritzau. Skjølini hevur løgmálaráðið latið einari nevnd í Kongressini, sum kannar royndina hjá Trump at broyta valúrslitið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021 38 Leygardagur 07. august 2021 Obama avlýsti føðingardagshald Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fylti seksti í vikuni (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fylti seksti ár mikudagin 4. august. Men hann mátti í vikuni avlýsa stóra føðingardagshaldið, ið skuldi havt verið í dag. Tað upplýsir ein talskvinna fyri Barack Obama fyri New York Times. -Orsaka av delta-frábrigdinum seinastu vikurnar, hevur forsetin (amerikanskir forsetar verða nevndir‘ forseti’ restina av lívinum, -red.) og frú Obama gjørt av at skerja tiltakið so nógv, at tað bert vera familja og nærir vinir við til føðingardagin, sigur hon við blaðið. Fleiri funnust at, at Obama hevði bjóðað fleiri hundrað gestum til runda føðingardag sín. Eftir ætlan skuldi føðingardagurin haldast á oynni Martha’ s Vineyard við strond Massachussetts’, har Obama-familjan hevur eina ogn. Sambært miðlinum Axios er talið av smittaðum í Massachusetts vaksandi, eins og í fleiri øðrum amerikanskum statum, og tað er serliga tað meira smittandi delta-frábrigdið, sum órógvar heilsumyndugleikarnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021–Hetta er syrgiligt og ørkymlandi Sjónleikarakvinnan Scarlett Johansson hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot, og nú svarar Disney aftur Scarlett Johansson spælir Natasha Romanoff/Black Widow í Marvel-superhetjufilmunum hjá Disney (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Herfyri kom fram, at 36 ára gamla sjónleikarakvinnan, Scarlett Johansson, hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot. Orsøkin er, at Disney valdi at gera filmin "Black Widow", har hon spælir høvuðsleiklutin, tøkan á stroymingartænastuni Disney + samstundis sum hann byrjaði at ganga í biografunum 9. juli. Hetta merkir, sambært Scarlett Johansson, at hon fer at missa eina rúgvu av pengum, av tí at løn hennara er tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021 Amazon fær risastóra bót Amazon skal gjalda 746 milliónir evrur–5,5 milliardir krónur–fyri brot á dátuverndarreglurnar hjá ES (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Nethandilsrisin Amazon hevur fingið eina bót á 746 milliónir evrur (5,5 milliardir krónur) fyri at bróta dátuverndarreglurnar hjá ES, upplýsir felagið sambært miðlinum Bloomberg. Evropeiska systurfelagið hjá Amazon hoyrir heima í Luksemborg, og er tað myndugleikin fyri dátuvernd í Luksemborg, sum gav Amazon bótina 16. juli. Talan er um størstu bótina, sum er ásett í ES í sambandi við misnýtslu av brúkaraupplýsingum. Amazon heldur tó ikki, at har er nøkur saklig grundgeving fyri at geva hesa bótina, tí fyritøkan hevur ikki framt nakað brot á reglurnar. Amazon fer at brúka nógva orku uppá at verja seg, verður sagt, og eisini vísir fyritøkan á, at talan í øllum førum er um eina órímiliga stóra upphædd. Sambært ES-reglum, skulu fyritøkur frammanundan hava samtykki frá kundunum, áðrenn tey brúka teirra upplýsingar, annars kunnu tær vænta sær eina stóra bót á upp til fýra prosent av árligu søluni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021 41 Leygardagur 07. august 2021 Danskur prestur dømdur fyri dráp Drap konu sína og ætlaði at beina fyri henni við sýru (Mynd: Nordsjællands Politi) SkrivaÐ: 45 ára gamli dansk sóknarpresturin, Thomas Gotthard, varð týsdagin dømdur 15 ára fongsul fyri at drepa konu sínu og at royna at beina fyri líkinum við sýru. Hann hevur givið rættinum sína frágreiðina á einum afturlatnum rættarfundi, og týsdagin varð henda frágreiðingin lisin upp í rættinum í Hillerød. Thomas Gotthard greiddi frá, at hann kvaldi konu sína áðrenn hann beindi fyri líkinum. Sambært manninum var hjúnalagið oyðilagt, og konan stríddist við sálarligum trupulleikum. Gotthard hevur greitt frá, at hann vildi“ geva henni frið”. Drápið hendi í oktober í fjør. Presturin greiddi frá, at hann hevði lagt drápið til rættis í eina viku, og hevði eitt nú skaffað sær saltsýru fyri at loysa líkið upp. Men tað eydnaðist ikki heilt. Tí gróv hann restirnar í Sundbylille í Danmark, skrivar Eksatra Bladet. Ætlanin var upprunaliga, at tað skuldi síggja út sum at konan var deyð fyri egnari hond. Men seinni hevur presturin viðgingið alt, og greitt frá hvussu illgerðin fór fram. Talan var tí um eitt sokallað ájáttanarmál, og revsingin gjørdist 15 ára fongsul. Tey áttu tvey børn saman. Gotthard var eisini frádømdur rættin til at arva konuna, og varð hartil dømdur fyri at rinda endurgjald til børnini. -Eg eri sekur í einum stórum sorgarleiki. Hvønn einasta dag ynski eg, at hetta ikki var hent, skal hann hava sagt í rættinum. Tað var 27. oktober í fjør, at løgreglan í Norðursælandi sendi út eina eftirlýsing av kvinnuni, sum segðist vera horvin úr heimi sínum í Frederikssund. Tríggjar vikur seinni varð maður hennara skuldsettur og fonglslaður fyri dráp. Meðan kanningin av málinum fór fram, gjørdist tað alt meira týðuligt fyri løgregluna, at tað var maður hennara, sum hevði gjørt av við hana. 19. apríl varð ákæra reist móti sóknarprestinum, men ikki fyrr enn 11. juni kundu fleiri danskir miðlar skriva, at Thomas Gotthard hevði viðgingið seg sekan í at hava beint fyri konu síni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Grikkaland: Ringasta hitabylgja í 34 ár Hitin, ið sambært veðurfrøðingum kann koma upp á 45 stig, hevur elvt til skógareldar í vestara parti av landinum SkrivaÐ: Grikkaland hevur hesa vikuna verið rakt av ringastu hitabylgjuni, landið hevur upplivað síðan 1987. Tað segði grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, nú grikskir veðurfrøðingar boða frá, at tey kunnu fáa upp í 45 hitastig. Hitin hevur eisini elvt til skógar- og náttúrueldar í vestara parti av landinum. Seinastu dagarnar er boðað frá fleiri skógarledum. Eitt nú stríðast sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á einum stórum eldi á oynni Rhodos. Eisini var boðað frá fleiri streymslitum í stórum parti av oynni. Sambært Ritzau eru gistingarhús á Rhodos ikki ávirkað av eldinum og nógva roykinum harfrá, men borgarar í trimum bygdum í vestara partinum av oynni fingu boð um, at tey skulu flytast burtur úr økinum. Eisini varð boðað frá fleiri enn 100 náttúrueldum í sunnara parti av Turkalandi, har sløkkiliðsfólk hava strídst í fleiri dagar. Í minsta lagi átta fólk hava latið lív. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 Nú er korona aftur staðfest í Wuhan Mánadagin vórðu fyrstu smittutilburðirnir í yvir eitt ár staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har smittan fyrst varð staðfest í 2019, og ætlanin er nú at kanna allar íbúgvar í býnum Wuhan, Kina (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Í kinesisku býnum Wuhan er ætlanin nú at kanna allar íbúgvar fyri koronu, eftir at mann hevur staðfest fyrsta lokala smittutilburðin í yvir eitt ár, upplýsir ein embætismaður sambært tíðindastovuni AFP. Mánadagin vórðu sjey smittutilburðir staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har fyrsti koronatilburðurin eisini varð staðfestur fyri yvir hálvumøðrum ári síðani. Tá eydnaðist tað at steðga smittuspjaðingini við at avbyrgja býin frá restini av Kina í eitt tíðarskeið. Sambært Ritzau hevur Kina seinastu vikurnar havt eina øking í smittutalinum, og nýggja útbrotið verður lýst sum tað størsta í Kina í fleiri mánaðir. Í fleiri kinesiskum býum hava íbúgvar fingið boð um at halda seg heima, og eisini verður hópkanning sett í verk í royndini at fáa bilbugt við nýggja útbrotinum, og tey, sum hava verið í samband við ein smittaðan persón skulu í sóttarhald. Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University hevur Kina síðan ársskiftið 2019/2020 skrásett beint omanfyri 105.000 smittutilburðir og 4.848 deyð í sambandi við koronu. Í Kina búgva 1,4 milliardir fólk, so útfrá tølunum hevur landið klárað seg betri enn nógv onnur lond undir hesari farsóttini. Men tølini hjá amerikanska universitetinum vísa bert teir tilburðir, sum eru staðfestir av lokalu heilsumyndugleikunum, og sostatt kann veruliga talið á smittaðum og deyðum vera hægri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Italskur mafiabossur handtikin í Spania Domenico Paviglianiti, leiðarin í Ndrangheta-mafiuni, varð við eitt mistak latin leysur úr italskum fongsli í 2019 SkrivaÐ: Spanska løgreglan hevur handtikið Domenico Paviglianiti, ein av leiðarunum í heimsins størsta mafia-felagsskapi, Ndrangheta, skriva italskir miðlar. Paviglianiti var fyrr kendur sum“ bossur bossanna”, varð handtikin í Madrid við følskum portugisiskum passi, seks telefonum og 6.000 túsum evrum. -Leiðarin av calabriska‘ Ndrangheta’ er handtikin í Madrid. Hann er ein av mest eftirlýstum flóttum úr Italia, skrivar spanska løgreglan á Twitter. Hildið verður, at Domenico Paviglianiti hevur havt ein leiklut í 140 drápum umframt øðrum mafia-brotsverkum. Hann er fyrr dømdur fongsul í lívstíð, men var í 2019 av órøttum leyslatin. Talan var um ein roknifeil í italsku rættarskipanini, skrivar dr. dk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Mótmæltu koronatiltøk í Berlin–yvir 600 fólk handtikin Umleið 5.000 fólk mótmæltu í týska høvuðsstaðnum farna vikuskiftið, og hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Sunnudagin savnaðust túsundatals fólk í týska høvuðsstaðnum Berlin fyri at mótmæla tey tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina. Hetta, hóast tað ikki var loyvt. Hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk. Summi mótmælisfólk lupu á løgreglufólk, sum vórðu send út til mótmælið, meðan onnur órógvaðu ferðsluna. Hetta elvdi m. a. til brúk av táragassi, stavum og harðskapi. At enda hótti løgreglan við at brúka vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, sum vóru ávegis til Brandenburger Tor í miðbýnum í Berlin. Løgreglan metir, at umleið 5.000 fólk luttóku í mótmælistiltakinum. Yvir 600 vórðu handtikin, skrivar Ritzau. Mótmælini í Berlin eru fyriskipað av Querdenker-rørsluni, ið er ímóti koronatiltøkunum í Týsklandi. Dómstólar í Týsklandi høvu bannað fleiri av ætlaðu mótmælunum um vikuskiftið, harímillum eisini mótmælið í Berlin, har mann væntaði upp til 22.500 luttakarar. Tað er orsakað av koronatiltøkunum, at tað ikki er loyvt at savnast til mótmælistiltøk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 CNN koyrt trý ókoppsett fólk úr starvi Stjórin í CNN krevur, at øll starvsfólk verða koppsett fyri koronu, um tey ynskja at møta til arbeiðis Bygningur hjá CNN í Atlanta (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Amerikanski miðlarisin CNN hevur koyrt trý fólk úr starvi fyri at møta til arbeiðis uttan at verða koppsett fyri koronu. Tað framgongur í einari fráboðan, sum hósdagin varð send til øll starvsfólkini hjá miðlinum, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í. Stjórin, Jeff Zucker, sigur í fráboðanini, at fyritøkan hevur ein nulltoleransupolitikk fyri slíkum, og at fyritøkan krevur, at øll starvsfólk verða koppsett, um tey ynskja at møta til arbeiðis. Hvar í USA hesi trý starvsfólkini arbeiða, verður ikki upplýst. Sambært Ritzau umhugsar CNN nú at gera tað til krav, at starvsfólk skulu skjalprógva, at tey eru koppsett, tá tey møta til arbeiðis. CNN hevur eisini boðað frá, at starvsfólk skulu brúka munnbind, tá tey koma til arbeiðis í Los Angeles, Atlanta og Washington D. C. Hósdagin skrásetti USA yvir 100.000 smittutilburðir, sum er tað hægsta, landið hevur skrásett í eitt hálvt ár. Tað er serliga delta-frábrigdið, sum ger um seg í Florida og í øðrum statum, har bert ein lítil partur av fólkinum eru koppsett. Eftir ætlan skuldu starvsfólk fara aftur til arbeiðis 7. september, men fleiri fyritøkur, m. a. CNN, hava útsett tað til seinni í árinum. Í fráboðanini frá Jeff Zucker verður sagt, at øll starvsfólk ikki koma aftur til arbeiðis fyrr enn miðskeiðis í oktober. Aðrar fyritøkur, sum hava útsett dagfestingina eru m. a. Apple, Google og Lyft. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 100 ára gamal skal fyri rættin fyri dráp undir 2. heimsbardaga Maðurin tænti sum vaktur í týningarleguni Sachsenhausen nærindis Berlin undir krígnum Sachsenhausen-týningarlegan (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Ein 100 ára gamal maður í Týsklandi skal í heyst fyri rættin fyri at hava verið við til at drepa 3.500 fólk undir 2. heimsbardaga. Í trý ár undir krígnum var hann nevniliga vaktur í týningarleguni Sachsenhausen norðanfyri týska høvuðsstaðin Berlin. Umleið 200.000 persónar vórðu koyrdir í leguna, og um 20.000 av teimum vórðu dripnir undir krígnum. Tann nú 100 ára gamli maðurin tænti sum vaktur í tíðarskeiðnum januar 1942 til februar 1945. Tá var hann fyrst í 20 unum, og í oktober, meira enn 76 ár eftir, at kríggið endaði, skal hann fyri rættin fyri brotsverk, sum hann skal eitast at hava framt undir krígnum, skrivar Ritzau. 100 ára gamli maðurin er tó langtfrá tann fyrsti fyrrverandi fangavørðurin, sum seinastu árini er koyrdur fyri rættin fyri brotsverk, sum vórðu framd fyri langari tíð síðani. Eitt nú í 2011 varð ein fyrrverandi vaktur í týningarleguni Sobibor dømdur, og hesin dómurin slóðaði fyri, at onnur, sum høvdu arbeitt í legunum, eisini vórðu koyrd fyri rættin–eisini hóast tey ikki neyðturviliga høvdu luttikið í nøkrum av drápunum. Seks milliónir fólk vórðu dripin undir Holocaust undir 2. heimsbardaga. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 Voxbotn vikuskifti 20/21–størri enn nakrantíð Nú myndugleikarnir hava givið grønt ljós til at halda stór tiltøk, og 10 ár eru liðin, síðan Voxbotn sá dagsins ljós, verður hetta hátíðarhildið við tveimum konsertdøgum–formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadag 20. august, meðan Voxbotn 2021 verður 21. august (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Voxbotn 2021 verður vikuskiftið 20. og 21. august. Hesum boðaðu fyriskiparar frá í tíðindaskrivi týsdagin. Ferð eftir ferð mátti Voxbotn 2020 útsetast vegna korona, og somuleiðis hevur verið óvist, um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú myndugleikarnir hava boðað frá, at tað aftur ber til at halda stórfingin tiltøk, boða fyriskiparar frá, at Voxbotn verður hildið. Fyri fyrstu ferð, síðan Voxbotn varð hildið á fyrsta sinni fyri 10 árum síðani, verður tiltakið fyriskipað yvir tveir dagar. Voxbotn 2020 verður hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august, skriva fyriskiparar. Sum áður nevnt, eru 10 ár liðin, síðan Voxbotn-pallurin á fyrsta sinni tendraði hátalararnar. Ungfólkið í Føroyum tók beinanvegin konsertdagin til sín, og serliga vóru nýklaktu pisurnar sjónligar í mannamúgvuni. Í dag er Voxbotn fyri øll; ung sum gomul. Børnini fáa nógv pláss á skránni, og har er tónleikur og onnur tilboð til allar aldursbólkar. Konsertdagurin setur dám á býin, og er vorðin inngrógvin partur av føroyska summarinum. –Fyri at hátíðarhalda jubileumið, hava fyriskiparnir roynt at endurskapa nakrar av teimum størstu succesunum, sum hava verið á Voxbotn ígjøgnum tey 10 farnu árini. Í næstum verður kunnað um hvørji tónleikanøvn verða á skránni báðar dagarnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Robin Schultz á Voxbotn Talan verður um tvey ymisk tiltøk. Voxbotn 2020 fríggjakvøldið 20. og Voxbotn 2021 leygarkvøldið 21. august SkrivaÐ: Ein av best umtóktu DJ’ s verður at hoyra á Voxbotn í ár. Talan er um týska úrmælingin á sínumk øki, Robin Schultz. Tað boðar Voxbotn frá í tíðindaskrivi. Robin Schultz er fyrsta tónleikanavn, sum er avdúkað at spæla á Voxbotn í ár, og í tíðindaskrivinum verður ikki upplýst, um hann spælir fríggjakvøldið ella leygarkvøldið. Komandi dagarnar fara fyrireikararnir at upplýsa fleiri nøvn, og koma við meira útgreinaðari skrá yvir, hvørji spæla hvørt kvøldið. Í tíðindaskrivinum verður skrivað soleiðis um høvuðsnavnið í ár: Robin Schulz gjørdist ein heimsstjørna longu tá hann gav út fyrsta staklagið“ Waves”. Lagið kom á fyrstapláss í seks ymiskum londum, og leiðin peikaði nú beint móti popptindunum. Alt sum hann nertir við gerst til oyragull, og hann hevur samstarvað við nøvnum sum David Guetta, James Blunt, Piso og mongum øðrum. Stroymingsmongdin av hansara løgum er rúgvusmikil. Til dømis er lagið“ Sugar” stroymt næstan 900 milliónir ferðir á Spotify, og hann hevur oman fyri 23 milliónir lurtarar mánaðarliga. Í løtuni er hann á einum 127. plássi millum mest spældu artistar á Spotify. -Sostatt kann staðfestast, at hetta verður ein konsert við altjóða formati, sum verður á Okkara Voxbotn 20. og 21. august. John Martin og Michel Zitron koma aftur Í gjár varð annað navnið til Voxbotn so avdúkað. Voxbotn skrivaði soleiðis í tíðindaskrivi: Fjøld og tónleikarar runnu saman í hægri eind. Havnargøtur vórðu umskapaðar til eitt risa dansigólv. Býurin pumpaði sum ongantíð áður. Vit sipa til løtuna, tá John Martin og Michel Zitron framførdu á Okkara Voxbotni í 2015. Slíka framførslu hava vit ikki upplivað áður-ei heldur síðani. Og nú koma teir aftur, at fáa okkum uppá gólv til Okkara Voxbotn 20/21, sum verður hildið vikuskifti 20. og 21. august. Tað eru 10 ár síðani at Voxbotn sá dagsins ljós, og tað verður hátíðarhildið við manér. Í sambandi við hátíðarhaldið, eru John Martin og Michel Zitron bodnir aftur til Føroya, at framføra fríggjakvøldið 20. august Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021 Bestu myndirnar savnaðar í einari bók Serstøk motiv er tað, sum eyðkennir myndirnar hjá Inga Sørensen. Í vikuni gav hann nýggja bók út við sínum vakrastu myndum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nevnir tú Inga Sørensen, eru tað helst fleiri, sum fara at hugsa um nógvu myndirnar, hann hevur tikið. Seinastu trý árini hevur hann arbeitt við einari bókaútgávu, og í morgun var stóri dagurin komin. Myndabókin við heitinum "The Faroe Islands-A magical land & ocean safari" kom í bókahandlarnar í vikuni. Ingi Sørensen elskar tað, hann ger, og tað sæst eisini aftur á myndunum, sum vísa nærlagni og gott tol. Hann sigur seg sjálvan kortini vera ótolnan, men honum dámar so væl at taka myndir, at hann bítur tað í seg. “ Photography is a love affair with life” er eitt sitat sum stendur fremst í bókini, og sigur ikki so lítið. Bókin er heilar 231 síður, og er stór í vavi og vigar eisini nakað. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Flakakapping og grillhugni í Hvalba Leygardagin 14. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi Flakappingin verður á Heygsvatni komandi leygardag (Mynd: Hvalbiar kommuna) SkrivaÐ: Leygardagin 14. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi. Í hesum sambandi verður eisini flakakapping á Heygsvatni. Tiltakið verður frá klokkan 16.30 til 19.–Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum. Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bart hugflogi kann seta markið. Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna. –Eftir kappingina fara vit at grilla pylsur og grillspjót á økinum við spæliplássið á Heyggi. Kommunan heitir á fólk, sum hava hug at koma við at grilla, um at fara inná hvalba. info at melda seg til tiltakið. Tað skal gerast í seinasta lagi 9. august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021 Svumu um Mykinesfjørð Seks mans svumu knappar fimm kilometrar av Núgvunesi og yvir á Streymnes mánadagin Seinnapartin mánadagin svumu seks mans um Mykinesfjørð, ein teinur, sum er knappar fimm kilometrar. Teir seks–Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard–svumu av Núgvunesi í Mykinesi og yvir á Streymnes í Vágum. –Besti streymur og stilt. Vit fóru av Núgvunesi nakað áðrenn vestfalskyrrindir, og høvdu ætlað okkum at fáa eitt sindur av suðurráki inni undir Vágalandinum. Men svimjingin gekk so mikið skjótt, at vit vóru komnir væl undir land í Vágum, áðrenn hann vendi. So vit fóru í land nakað norðari, enn ætlað, á Streymnesi, knappar tveir kilometrar norðan fyri Gásadal, greiðir Erling Eidesgaard frá á sínum Facebook-vanga. Teir lupu á bláman í Mykinesi klokkan 16.15, og klokkan 17.27 stóðu teir á landi í Vágum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021 ÍF bardi seg til eitt stig Liðini, sum bæði høvdu nýggjan mann við høvuðsábyrgdini, fóru av vølli í Fuglafirði við einum stigi hvør. Í Gundadali vann HB lættan sigur í einum dysti, sum var merktur av einum dómarafeili tíðliga í seinna hálvleiki Klaksvíkingurin Steinbjørn Olsen skoraði sítt fyrsta mál fyri ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tveir dystir vóru sunnudagin leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti. Tey bæði liðini, sum í løtuni eru uttan høvuðsvenjara hittust í Fuglafirði. Hjá heimaliðnum er tað Ólavur Larsen, sum hevur takkað fyri seg eftir keðiliga gongd seinastu umførini, og NSÍ endaði í vikuni samstarvið við Allan K. Jepsen eftir vánaligt úrslit í Evropa, eins og gongdin í Betri deildini heldur ikki hevur verið góð. Á síðulinjuni vóru tað tí Agnar Prestá fyri ÍF og André Olsen fyri NSÍ, sum skuldu fáa sum frægast burturúr. Og tað kom eldur í beinanvegin. Longu aftaná tveir minuttir kom bólturin fyri føturnar á ÍF-leikaranum Steinbjørn Olsen, sum beint innan fyri sekstanmeturin smekkaði til. 1-0 til ÍF og av sonnum góð byrjan hjá Agnari og hansara monnum. Lítla løtu seinni gjørdist Jacob Trenskow leysur og javnaði til 1-1. NSÍ hevði fleiri møguleikar enn fuglfirðingar, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum. ÍF kann fegnast um eitt stig, sum er umráðandi í niðurflytingarstríðnum, meðan NSÍ dragnar í stríðnum um evropapláss. Á Ovara vølli í Gundadali endaði tað við stórsigri til HB. Støðan var 1-0 til HB í steðginum við máli frá Stefan Radosaljevic. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik var tað serliga dómarin, Áron Sofus Vest, sum kom í fokus, tá hann ikki var nóg greiður í einari frísparksstøðu. HB gjørdi skjótt av, og við vøkrum skoti úti frá legði Mikkel Dahl heimaliðið á odda 2-0. Hetta elvdi til stóra ónøgd í 07 Vestur leguni, og í kjalarvørinum av hesum fekk Høgni Egilstoft Nielsen reytt kort fyri kjaftaslit. Eftir hetta var tað einvegis ferðsla í Gundadali. HB vann dystin 5-0, og kundi við góðum sjálvsáliti fara til Ísrael, har teir skuldu spæla móti Maccabi Haifa hóskvøldið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021 Nú hevur HB ein venjara við A-venjaraprógvi Allan Dybczak (Savnsmynd: Bjarni Enghamar) SkrivaÐ: Sverri Egholm Kevin Schindler hevur higartil røkt uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Havnar Bóltfelag eftir at samstarvið við Jonas Dal stegðaði. Týskarin hevur tó ikki neyðugu pappírini til at standa á odda fyri liðnum, tí tað krevst ein A-venjaraútbúgving til. Hana hevur HB nú fingið upp á pláss við at fáa Allan Dybczak í toymið. Hann fer at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler, boðar HB frá. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Nú sleppa fleiri áskoðarar á Tórsvøll Nýggju koronatilmælini hava við sær, at fleiri atgongumerki nú verða sett til sølu til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Ísrael, Danmark og Moldova (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Fyri trimum vikum síðani vórðu 1.156 landsliðspakkar settir til sølu við atgongumerki til allar heimadystirnar hjá landsliðnum í heyst, men nú koronatilmælini eru broytt, verða fleiri atgongumerki sett til sølu á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum. Frá týsdegnum 10. august klokkan 12 verða fleiri atgongumerki sett til sølu, og verður møguleiki tá at keypa til hvønn einstakan dyst. Í fyrstu atløgu er talan um atgongumerki til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova, sum vera á Tórsvølli ávikavist 1., 4. og 7. september. Allir dystirnir byrja klokkan 19.45. Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Jonas Dal Andersen settur sum ítróttarstjóri hjá AB Fyrrverandi venjarin hjá HB skal nú stýra á Argjum Marius Thomassen, formaður í AB og nýggi ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen (Mynd: AB) SkrivaÐ: Sverri Egholm Argja Bóltfelag hevur sett danan Jonas Dal Andersen í starv sum ítróttarstjóra. Hetta er eitt fulltíðarstarv. Jonas Dal Andersen er 45 ára gamal og hevur hollar royndir úr donskum fótbólti, har hann hevur verið venjari hjá Hobro, Esbjerg og AC Horsens í donsku Superliguni. Fyrr í ár var hann venjari hjá HB, áðrenn hann valdi at siga seg úr starvi. Nú verður hann so ítróttarstjóri á Argjum, har hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við 2023. -Sum ítróttarstjóri skal eg hava greinandi brillur á, hvussu felagið verður rikið, og ikki bara, hvussu tað sær út á vøllinum hjá besta mansliðnum. Tað er nakað við bygnaði í felagnum frá nevnd og allan vegin niður. Tað fer sjálvandi eisini at snúgva seg nógv um at fáa nýggjar leikarar, siga farvæl við aðrar og seta ein góðan hóp saman til venjaratoymið. Vit skulu hava eitt ítróttarligt,, set-up” í AB, sum ger, at vit kunnu flyta okkum frameftir, sigur nýggi ítróttarstjórin við heimasíðuna hjá AB. -Setningurin verður at lyfta alt á eitt hægri støði, bæði í ungdómsdeildini og hjá teimum vaksnu. Mín arbeiðsuppgáva er fyrst og fremst at styrkja besta mansliðið, tað veri seg við venjingarleisti, hugburði til venjing og eina meira yrkisliga tilgongd til gerandisdagin í felagnum, sigur Jonas Dal Andersen. AB liggur í løtuni á fimta plássi í næstbestu mansdeildini við 25 stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 07 Vestur sett enskan høvuðsungdómsvenjara Matthew Potter hevur undirskrivað 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur og kemur hann til landið í seinnu helvt av august mánaði SkrivaÐ: Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiði høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt hart við at fylla skógvarnar eftir Hegga. Leitað hevur verið bæði innanlands og uttanlands eftir rætta venjaranum til starvið, og er valið fallið á bretan Matthew Potter, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi. Matthew Potter er 40 ára gamal og útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, har hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan barna- og ungdómsfótbóltin. Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum. Matthew hevur undirskrivað 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur og kemur hann til landið í seinni helvt av august mánaði og byrjar í starvinum beinavegin hann er komin. Unnustan og børnini (2 og 4 ár) koma seinni í ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 Ungu føroysku kvinnurnar høvdu serbisku favorittarnar á knøunum í fyrsta dystinum í bólki B í U17 EFH Championship í Georgia, og tað endaði við javnleiki SkrivaÐ: Agnar Prestá Eftir dystin varð málverjin kosin dagsins leikari hjá Serbia. Tað sigur ikki so lítið um dystin millum Føroyar og ta nakað størri hondbóltstjóðina av Balkan. Serbia var áðrenn dystin greiður favorittur, er styrkismett hægst í í bólki B, og tað er væntað, at Serbia og Niðurlond fara at spæla finalu í Tbilisi. Føroyar vístu tó fríggjadagin, at tað skal nógv til at koppa landafrøðiliga minsta landinum í kappingini. Føroyska liðið hevði leiðisluna tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men tað var serliga í seinna hálvleik, at Serbia veruliga merkti, at hetta fór at gerast heilt trupult, og eftir seinasta bríksl kundu tær í reyðum á ein hátt vera meira nøgdar enn tær í hvítum. Tað var 12-14 í steðginum, men Føroyar byrjaðu greitt betri í 2. hálvleiki, og leingi lá tað ímillum + 1 og + 2 til liðið hjá Simon Olsen og Magna Thomsen, ið spældi klókt og væl. Verjan var stinn, og í málinum hevði Silja Arngrímsdóttir Müller, sum til dagliga spælir við Haukar í Íslandi, nógvar góðar og týdningarmiklar bjargingar. Í álopspartinum gekk Maria Pálsdóttir Nólsoy á odda. Spælskiparin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Neistanum fyrr í ár, og móti Serbia skoraði Maria níggju mál, og varð kosin besti leikarin hjá Føroyum. Móti endanum skoraði Anna Sigrunardóttir Mikkelsen trý góð og týdningarmikil mál: Tvey við kraftmiklum gjøgnumbrotum og góðum skotum av høgra bakki, og einum dundurhøggi mitt fyri ið fór upp í málhornið. Tað eydnaðist tíverri ikki hjá Føroyum at hála sigurin í land. Tað var sera spennandi móti endnaum. Serbia fekk javnvág í, tá fimm minuttir vóru eftir. Stutt seinni legði favoritturin seg á odda, men so svaraðu Føroyar aftur við at javna, og Silja og verjan gjørdu arbeiðið sera væl í tveimum teimum seinastu serbisku álopunum, Føroyar fingu ikki sett sítt seinasta álop heilt væl, og so endaði tað við javnleiki. 26-26 móti Serbia má metast at vera sterkt frá føroysku U17-kvinnunum. Í síðsta mánaða bastu U19-kvinnurnar Niðurlondum í líknandi kapping, og harvið hevur føroyskur kvinnuhondbóltur á ungdómssíðuni higartil tvey heilt góð úrslit í summar. Mánadagin skal U17-liðið royna at basa Italia, ið er styrkismett beint oman fyri okkara. Eydnast tað at fáa stig har, so liggja Føroyar væl fyri at koma víðari til hálvfinalurnar. Estland er fjórða liðið í bólkinum, og tað sum verður mett at vera tað veikasta. Upprunaliga skuldu Føroyar spæla móti Estlandi í dag, men av tí at Ísrael trekti seg orsakað av koronu, varð dystarskráin broytt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 U19-menninir flongdu norðmenn Ongantíð spenningur tá Elias á Skipagøtu og hinir á U19-landsliðnum spældu ímóti Noregi fríggjadagin. Føroyar vunnu 34-27 (Skíggjamynd: HSF) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað var ongantíð nakar veruligur spenningur tá Føroyar og Noreg spældu sín fyrsta dyst í U19 kappingini Scandinavian Open, sum verður leikt í Svøríki hetta vikuskiftið. Kappingin verður leikt í Lund saman við stóru hondbóltstjóðunum Noreg, Svøríki og Danmark. Beinanvegin í dystinum komu Elias á Skipagøtu, Hákun West á Teigunum, Óli Mittún og hinir framúr góðu spælararnir á liðnum, framum og hildu norðmenn aftanfyri allan dystin. Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 16-13, og eina løtu í seinna hálvleiki vóru tíggju mál á muni. Síðstu løtuna skiftu føroyingar nógv út, og fleiri spælarar fingu høvi at royna seg. Hetta gjørdi, at málmunurin ikki gjørdist eins ógvusligur, sum hann helst kundi verið. Kortini vunnu Føroyar knúsandi sigur 34-27. Í dag klokkan 17 er Svøríki mótstøðulið, og sunnumorgunin klokkan 9 er tað Danmark, sum er á skránni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021 Hondbóltur: Frakland og Danmark í OL-finaluni Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, skoraði týðandi mál móti endanum av dystinum Jóhan á Plógv avgerð hálvfinaluna við rygginum móti málinum (Skíggjamynd: DR) SkrivaÐ: Tá olympiska hondbóltskappingin skal avgerast í dag, verður tað ein endurtøka av finaluni fyri fimm árum síðani í Rio de Janeiro. Tað verða Frakland og Danmark, sum skulu stríðast um gull og silvur–Danmark við einum føroyingi, Jóhan á Plógv Hansen, á liðnum. Hósdagin tryggjaði Danmark sær luttøku í finaluni við at vinna 27-23 móti Spania í hálvfinaluni. Dysturin gjørdist spennandi. Danmark førdi við fýra málum í hálvleikinum, men í øðrum hálvleiki kom Spania meira við í dystinum, og munurin var eitt og tvey mál til Danmark fyri tað mesta. Móti endanum av dystinum var nær við, at Spania megnaði at javna, og harvið skapa øgiligan spenning. Júst um tað mundið, móti endanum av dystinum, varð føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen settur á vøllin á høgra veingi fyri Lasse Swan, ið annars hevði spælt tað mesta av dystinum. Og Jóhan á Plógv fekk ein lítlan høvuðsleiklut, tá tað eydnaðist honum–aftur um ryggin–at skora til 26-23 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum. Tá gjørdist greitt, at Spania ikki kundi fáa Danmark aftur. Annars vóru tað Mikkel Hansen við 12 málum, Mathias Gidsel og málverjin Niklas Landin, sum vóru teir stóru spælararnir fyri Danmark. Frammanundan varð greitt, at Frakland verður annað liðið í OL-finaluni. Frakland, við einum stórspælandi Nikola Karabatic á odda, vann 27-23 á Egyptalandi, sum annars hevur verið stóra jaliga yvirraskilsið í hesi OL-kappingini. Tá Danmark og Frakland hittust í finaluni í Rio fyri fimm árum síðani, gjørdist úrslitið 28-26 til Danmark. Mikkel Hansen spældi enn ein stórdyst-12 mál móti Spania (Mynd: EPA) OL-finalan í manshondbólti verður spæld í dag klokkan 13 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 204 hondbóltsdystir í tríggjar dagar Faroe Islands Handball Cup í Vági verður aftur í næsta ár SkrivaÐ: Stóra tiltakið Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági endaði mikudagin eftir tríggjar sera væl eydnaðar dagar við hondbólti, upplivingum og minnum. Tilsamans 204 dystir vórðu spældir í ár. Stóra hondbóltskappingin hevur merkt Vágsbý frá tí at tiltakið byrjaði til í mikukvøldið, tá flestu luttakararnir løgdu leiðina norð um Suðuroyarfjørð. -Vit fyriskiparar takka øllum luttakarum, øllum hjálparfólkum, høvuðsstuðlinum Suðuroyar Sparikassa og øllum øðrum stuðlum, skrivar Dennis Holm, stigtakari og fyriskipari, og boðar samstundis frá, at fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2022 longu eru farnar í gongd. Neistin vann kappingina fyri U10 dreingir. Teir vunnu á H71 b í finaluni. Neistadreingir U10 gjørdist nummar trý Neistin vann eisini kappingina fyri U10 gentur. Neistin 1 vann finaluna 8-1 móti H71 c. H71 a gjørdist nummar trý. Hjá U12 gentum gjørdist H71 vinnari. H71 a vann 7-6 á Neistanum. VB1 gjørdist nummar trý H71 vann eisini kappingina fyri U12 dreingir. H71 a vann finaluna 13-12 á H71 b. Tjaldur gjørdist nummar trý Hjá U14-dreingjunum gjørdist Neistin greiður vinnari. Neistin 1 vann 25-13 móti Kyndli. Team Klaksvík gjørdist nummar trý H71 vann kappingina fyri U14 gentur. H71 b vann 14-6 í finaluni móti Tjaldur 2. VÍF gjørdist nummar trý Kyndil vann kappingina fyri U16 gentur. Kyndil a vann 17-10 á H71 í finaluni. EB gjørdist nummar trý. Kappingin fyri U16 dreingir gjørdist sera spennandi. Man tað var greitt, at H71 fór at finna, tí a- og b-liðið hjá felagnum úr Hoyvík høvdu spælt seg í finaluna. H71 a vann 17-16. EB gjørdist nummar trý Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 64 Leygardagur 07. august 2021 Inter: Christian Eriksen er væl fyri Mikudagin, nærum tveir mánaðir eftir, at hann small um á vøllinum, vitjaði danski miðvallarin italska felagið–framtíð hansara í felagnum er ógreið, men hann er væl fyri kropsliga og sálarliga Christian Eriksen fekk ein hjartatilburð í EM-dystinum móti Finnlandi 12. juni (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Danski landsliðsleikarin í fótbólti, Christian Eriksen, hevur nú verið og vitjað hjá Inter, har hann hevur spælt síðan 2020. Hann hitti formannin, venjaran, liðfelagar og onnur, sum vóru knýtt at felagnum. Sambært Inter var hann væl fyri, bæði kropsliga og sálarliga. Hann fer at fylgja eina ætlan, sum danskir læknar í Keypmannahavn hava gjørt, og fara teir at fylgja við gongdini hjá honum. Læknatoymið hjá Inter verður eisini kunnað um hetta, skrivar italska felagið. Fólk fingu ein skelk, tá Christian Eriksen small um á fótbóltsvøllinum í Keypmannahavn undir EM-dystinum móti Finnlandi. Dysturin varð steðgaður, meðan Christian Eriksen fekk lívbjargandi fyrstuhjálp og varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar. Dysturin varð síðani tikin uppaftur seinni á kvøldinum, og endaði Finnland við at vinna 1-0. Umleið eina viku seinni varð Christian Eriksen útskrivaður av sjúkrahúsinum eftir at hava verið undir skurði. Hann hevur fingið eina ICD-eind setta til hjartað, eitt lítið tól, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað steðgar. Síðani hevur spurningurin verið, hvussu hetta fer at ávirka yrkisleiðina hjá Christian Eriksen sum fótbóltsleikari. Italia hevur nevniliga strang krøv til ítróttafólk við hjartasjúkum. Har er tað ikki so einfalt at sleppa at íðka ítrótt á høgum støði, um mann hevur fingið ein kvikil, sum Christian Eriksen hevur fingið. Sambært Ritzau skrivar Inter einki um, hvørt ætlanin er, at Christian Eriksen skal halda fram í felagnum, ella við fótbólti yvirhøvur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021 |
U17: Rakk ikki til finalupláss hóast flott avrik SíÐa 28 Góðan lesihug og góða ovastevnu Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Gevið heldur teimum, ið treingja, skamtirnar Panikkur tykist at vera komin í koppsetingarherferðina hjá landsstýrinum. Eftir at tann fyrsti helmingurin av fólkinum–eftir aldri–er koppsettur sambært egnum vilja, er stígur komin í. Nú verður farið út um oyggjarnar at leita eftir fólkum, sum eru sinnað at lata seg prikast í royndini at uppnáa floksórin fyri koronasmittuni. Í vikuni varð flogið við tyrlu til avbyrgdu útoyggjarnar at leita eftir áhugaðum, og eisini hevur eitt útsent koppingartoymi verið í Vágum í royndini at náa floksórin í landinum. Vit unna sjálvandi útoyggjabúgvum hjartaliga at sleppa undan at skula av oynni fyri at verða koppsett, sama við vágafólki. Kortini tykist tað sum um koppsetingarherferðin hjá landsstýrinum er við at missa flogið, kanska serliga eftir at vit fingu okkara part av stóra pakkanum av koppsetingarevni, sum rumenar ikki vildu hava, og tí seldu til Danmarkar. Málið hjá landsstýrinum um floksórin verður jú ikki nátt, tí samstundis sum sjálv smittan gerst veikari og meira smittandi–soleiðis er við slíkum virus–so veksur lutfalsliga kravið til floksórin. Floksórin er tí eitt mál, ið minni og minni gevur meining. Serliga nú børn niður í 12 ára aldur verða biðin um at koppseta seg, hóast koppsetingin onga ávirkan hevur á teirra møguleika fyri at verða smittað. Teirra insitament er tí einans at hjálpa myndugleikunum at náa ein málsetning, og spurningurin er um tey vilja tað, tí 12 til 16 ára gomul eru ikki bíttari enn so, at tey síggja á Youtube og øðrum støðum herferðina hjá teimum, sum halda tað øvugta sum heilsumyndugleikarnir og ávara ímóti, at koppsetingin er vandamikil. Og órinið verður neyvan heldur nakrantíð nátt, serliga tí nátúrligu grund, at einasta veruliga heilsufrøðiliga ekspertisa í sjálvum landsstýrinum, maðurin, ið er settur at umsita mentanar- og uttanlandspolitikki, hevur kolldømt ætlanini, tí hann ikki trýr henni. Og uttan at hetta hevur fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin. Ein óskiljandi avgerð, sum ikki kemur at raka mannin sjálvan politiskt, men í stóran mun hevur og kemur at skala umdømið og eftirmælið hjá løgmanni, tí hann stendur eftir sum leiðarin, ið ikki megnaði at fáa síni landsstýrisfólk at ganga í takt. Vit rokna ikki við, at óhefta tíðindadeildin hjá Kringvarpinum framhaldandi fer at lata seg brúka sum hent amboð í herferðini, og ókritiskt varpa út hvussu gott tað følist hjá fólki, sum hava fingið prikið frá heilsuverkinum, sum var tað nakað fantastiskt. Tað má eisini vera eitt mark fyri hvussu leingi upplatingartíðir hjá støkk-upp koppsetingartilboðum og smittutøl eru høvuðsnýggjheitirnar í tíðindasendingunum. Heilsu- og koppsetingarmyndugleikin eigur tí nú at umhugsa av álvara, um yvirskotsskamtarnir hjá okkum, ikki høvdu gjørt nógv meira gagn í øðrum pørtum av heiminum, har tørvurin er nógvar ferðir størri enn okkara. Við at hyggja at uppgerðini yvir heimsins lond síggja vit, at Føroyar eru sera væl við í royndini at fáa so nógv sum gjørligt at lata seg koppseta sjálvboðin. Her sæst eisini, hvar tørvurin á yvirskotsskamtunum er størstur, og skamtarnir tí kundu verið sendir til. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 2462 Lisnar síður: 13065 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 12 skamtar fyri skeyti á útoyggj Tað er so mikið nógv koppingarevni í landinum, at tað nú verður mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti. Tá eitt koppsetingartoymi prikaði 23 fólk á útoyggj týsdagin, fóru 12 skamtar til spillis (Mynd: Sjúkrahúsverkið) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað er nógv til av koppingarevni ímóti koronu í landinum. Í øllum førum verður tað nú mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti, tá koppsett verður á útoyggj. Týsdagin fór eitt koppsetingartoymi hjá Sjúkrahúsverkinum út á seks smáar oyggjar og koppsetti 23 fólk. At flyta koppingarevni er trupult og hevur við sær, at nakrar fara til spillis. Í hesum førinum fóru 12 skamtar fyri skeyti. -Vit vita, at vaksinan er trupul at flyta tá hon er tiðna. Men nú hava vit nokk av koppingarevni, so nú hildu vit, at hetta var rætta løtan at gera tað. Eisini um nakrir skamtar fara fyri skeyti, segði landsæknin við Degi og viku hendan dagin um avgerðina at fara á útoyggj at koppseta borgarar. Talan var um 20 fólk, sum fingu fyrra prikið og trý, sum fingu tað seinna. Hetta er ein liður í at bjóða øllum føroyingum-eisini teimum, ið ikki eru so flytfør-koppseting móti covid-19, sigur Sjúkrahúsverkið. Við á túrinum vóru sjúkrarøktarfrøðingur, læknalesandi, læknaskrivari, lækni og stjórnarfulltrú. Umframt hetta varð landslæknin Lars Fodgaard Møller við eftir egnum ynski. (Mynd: Sjúkrahúsverkið) Ikki eyka kostnaður hjá Sjúkrahúsverkinum Tað kostar 35.000 krónur um tíman, og annars 585 krónur fyri hvønn minutt um vanligir borgarar ynskja at leiga tyrluna hjá Atlantsflogi. Tey, sum kenna hesar prísirnar hvukku helst við, tá eitt koppsetingartoymi hjá Sjúkrahúsverkinum var á ferð við tyrlu á útoyggj og koppsetti í ein heilan dag. Men hetta kemur undir sjúkraflutning, upplýsir Sjúkrahúsverkið. Tí kostaði hesin túrurin ikki Sjúkrahúsverkinum nakað beinleiðis. Tyrlutænastan hjá Atlantsflogi er á fíggjarlógini á hvørjum ári. Samlaði kostnaðurin er 44,4 milliónir krónur og er partur av sáttmála sum er gjørdur millum landsstýrið og Atlantsflog. Sáttmálin hevur við sær at Atlantsflog millum annað átekur sær veiting av innanoyggja fólkaflutningi, farmaflutningi og postflutnigni, leiting og bjarging umframt sjúkraflutning. Sambært fíggjarlógini skal Atlantsflog hava tyrlutilbúgving alt samdøgrið. MRCC samskipar virksemið, men onnur ráð og stovnar nýta eisini tyrlurnar eftir nærri avtalu, til dømis til sjúkraflutning. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021 3 Leygardagur 14. august 2021 Upp ímóti hálvthundrað bátar á regatta Eini 150 bátar vóru seinnapartin í gjár við í regattasiglingini Eiði til Hósvíkar seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í góðveðrinum seinnapartinum í gjár fóru eini 150 bátar um brúnna við Streymin. Fleiri stórir sonevndir gardinbátar, men eisini fleiri av tí gamla slagnum umframt nógvir árabátar. -Okkara uppgáva er at tryggja góðskuna á matvørum í Føroyum, og tí gjørdu vit av at senda eina ávaring út, tá kavarar, ið heinta skeljadjór til sølu, komu inn við royndum, sum vístu munandi øking av algum. -Vit noktaðu teimum tí at taka meira av hesum tvískeljum fyribils í firðunum har stór mongd av skaðiligum algum vórðu staðfestar. Og av tí, at talan er um vandamiklar algur, sum kunnu gera skaða á heila og nervalagið, valdu vit eisini at senda út eina almenna ávaring, tí vit vita, at tað eru nógv, ið taka skeljar til egið brúk, sigur Bjørg Mikkelsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað er Jacques Meheut, sum arbeiðir fyri Shetland Space Centre/Saxa Vord UK Spaceport í Unst í Hetlandi, sum hevur sett myndina saman út frá algeingiligum fylgisveinamyndum frá evropeiska rúmdarstovninum. Enn er henda útbreiðslan av kálk-algum ikki staðfest í Føroyum í ár. Vit hava fingið eina loftmynd af Føroyum sendandi frá Jacques Meheut, sum tó stavar frá juni mánaði, sum vísir bláar strípur beint vestan fyri oyggjarnar. Men á Havstovuni verður ivi sáddur um, hvørt hesar strípurnar, sum síggjast eystan fyri Føroyar, eru algur. Sólvá Káradóttir Eliasen, havfrøðingur á Havstovuni heldur, at talan má vera um lág skýggj, tí strukturin líkist meira skýggjum, og líkist heldur ikki algunum, ið síggjast á myndini frá Hetlandi. -Eg ivist eisini í útsøgnini úr Hetlandi um, at algurnar hava breitt seg til Føroyar. Slíkar aldur finnast ovarlaga í sjónum, og strukturin av sjónum millum Hetland og Føroyar er soleiðis, at tað ið liggur í vatnskorpuni ikki rekur tvørtur um djúpu Hetlandsrennuna til Føroyar, sigur Sólvá Káradóttir Eliasen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. Løgmaður, trý listafólk, fyrrverandi umboðsmaður løgtingsins og landslæknin vóðru heiðrað tá drotningin vitjaði í Føroyum Frá vinstru Bárður á Steig Nielsen, Eivør Pálsdóttir, hennara hátign Margreta drotning, Sólja í Ólavsstovu, Lars Fodgaard Møller og Edward Fuglø SkrivaÐ: Tá Margreta drotning í farna mánaði var á almennari vitjan í Føroyum, heiðraði hon eisini–sum siður er–nøkrum fólkum við riddarakrossi. Fleiri føroyskir miðlar hava longu kunngjørt hvørji fingu krossin, men enn er almenna fráboðanin ikki komin frá Kongshúsinum, og nøvnini á teimum, ið vórðu bringuprýdd á hesum sinni eru heldur ikki enn kunngjørd á almenna listanum yvir móttakarar av heiðurinum Men nú hevur ein av móttakarunum, Eivør Pálsdóttir, víst myndir á sosialu miðlunum av hendingini, tá drotningin prýddi hana við riddarakrossinum. Tey, ið fingu Riddarakrossin á hesum sinni vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sólja í Ólavsstovu, fyrrv. Løgtingsins Umboðsmaður, Lars Fodgaard Møller, landslækni, myndlistamaðurin Edward Fuglø, sangarinnan Eivør Pálsdóttir og sangarin Teitur Lassen, sum ikki var heima meðan drotningin var her, og tí ikki við á felagsmyndini saman við drotningini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021 Keypti høgguslokk fyri 560.000 krónur Bitcoin milliardingurin við ættarbondum í Føroyum hevur stuðlað Den Blå Planet við serligum keypi Um ólavsøkumundið vitjaði ríkmaðurin í Føroyum saman við konu og børnum, og her gjørdi hann eitt nú íløgur í føroyska list fyri nógvar tíggjutúsund krónur, frættist. Nú frættist so eisini, at hann hevur gjørt íløgu í ein høgguslokk. Men tað er meira ein stuðul enn ein íløga. Talan er um eitt av dýrunum í Den Blå Planet, stóra framsýningarsjósavninum nærhendis lufthavnina í Keypmannahavn. Den Blå Planet er komin í fíggjarligar trupulleikar orsaka av corona, og til tess at savna pengar til raksturin, lýsti akvariið í summar nøkur av dýrunum til sølu. Átta armaði høgguslokkurin, kallaður Otto, var eitt at dýrunum, ið varð lýst til sølu, og í farnu viku kundi TV 2/Lorry so avdúka, at“ føroyingurin” á slottinum Karlshof í Sveits, hevur keypt Otto fyri 560.000 krónur. -Vit eru Niklasi sera takksom fyri at stuðla okkum við hesum keypinum, sum ger at vit kunnu hava ein høgguslokk her á akvariinum og hava ráð til at fóðra hann í minst fimm ár afturat, sigur stjórin fyri Den Blå Planet, Jon Diderichsen, sum eisini takkar fyri aðrar gávur, sum stovnurin hevur fingið eftir at Den Blå Planet fór út við eini lýsingarherferð, har sølan av djórunum meira var meint sum eitt‘ gimmick’. Henda gávan einsamøll tryggjar ikki raksturin, men stjórin vónar, at gávumildnið hjá Niklas Nikolajsen von Karlshof kann eggja øðrum til eisini at gerast eigarar av onkrum av djórunum ella fiskunum í Den Blå Planet. Har eru bæði hemarar og otrar‘ til sølu’. Tað er kostnaðarmikið at hava eitt stað sum Den Blå Planet koyrandi. El-rokningin er 7,5 milliónir um árið, og hartil eru 21.000 munnar at metta hvønn dag. Um hví hann valdi júst at stuðla við at keypa høgguslokkin, sigur bitcoin-milliardingurin:-Høgguslokkurin er ein heilt serligur skapningur. Næstan sum ein rúmdarvera á jørðini. Hann er so ólíkur okkum, men eisini ein sera vitug vera. Ein kann ikki lata vera við at gerast hugtikin, tá ein sær ein høgguslokk, sigur langabbasonur J. F. Kjølbro. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021 8 Leygardagur 14. august 2021 Góðir grindapartar Tey sum vóru í teimum báðum grindadrápunum týsdagin fingu væl í sín part, hóast grindirnar vóru smáar. Í Skálafirði og í Klaksvík vóru drápspartarnir ávikavist 0,7 og 0,61 skinn Í Skálafirði í gjár (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tey sum vildu hava grind og vóru á meginøkinum høvdu í øllum førum møguleikan í vikuni. Ikki færri enn tvær grindir løgdu beinini týsdagin. Í Skálafirði vóru 24 hvalir hildnir til um 14 tíðina í gjár. Tað vóru 280 skinn, sum vórðu býtt í 314 rakstrar- og drápspartar upp á 0,7 skinn. Hvalirnir vóru í miðal 11,67 skinn. 38 hvalir løgdu beinini í Klaksvík í gjárkvøldið. Hvalirnir vóru nakað smærri, og miðaltalið var 7.89 skinn. Tilsamans taldu teir 300 skinn, sum vóru skift í 399 rakstrar- og drápspartar upp á 0,61 skinn. Tað má sigast at vera góðir grindapartar, tá talan er um so smáar grindir. Eitt skinn av grind er 50 kilo tvøst og 25 kilo spik. Samanlagt níggju grindinir eru hildnar til í Føroyum higartil í ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Vil ikki hava ólavsøkuna á Skálatrøð aftur Tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð, sigur borgarstjórin í Havn Seinastu árini hevur stórur partur av ólavsøkuni verið savnaður á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Í ár var øðrvísi, tí í royndini at spjaða ólavsøkugestir í mestan mun, vóru ymsu básarnir og tiltøkini staðsett runt í miðbýnum. -Mín greiða støða er, at tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð. Vit skulu útnytta býin betur, í minstan mun stúva fólk saman, men hava eina meira spjadda ólavsøku fyri allar aldursbólkar, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu á heimasíðuni. Hann sigur eisini, at nevnt hevur verið at ólavsøkan átti at rokkið niðan í Gundadal við hópin av tiltøkum. Hetta verður umhugsað nú eisini stórt torg verður gjørt frammanfyri Tórsvøll og við hinar vøllirnar. Fleiri tiltøk vóru uttanfyri ráðhúsið (Mynd: Jens Kr. Vang)-Nevnt hevur verið, at hugnaligu, smáu og spjaddu konsertirnar hepnaðust avbera væl og órógvaðu als ikki samskiftið millum fólk. Tað bar til hjá fólki at tosa saman, fólk góvu sær veruliga stundir at práta og sjáldsama mong vóru at síggja í føroyskum klæðum. -Vit hava onga fráboðan fingið um, at nakar varð smittaður við koronu á ólavsøku. Vit valdu at trúgva, at fólk fóru at vera ansin og at vísa ábyrgd–tað sama vóna vit, nú stórt tiltak verður í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021 Kia mest seldi bilur í ár Hálvársuppgerðin hjá Akstovuni vísir, at suðurkoreanska bilmerkið er tað best umtókta millum føroyingar (Mynd: Bilrøkt) SkrivaÐ: Sverri Egholm Akstovan hevur gjørt bilasøluna upp fyri seinasta hálvárið, og greitt er, at suðurkoreanska bilmerki, Kia, er mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár. 25 bilar av merkinum Kia fóru um diskin hjá Bilrøkt í juli mánaði, og tað ger merkið eisini til mest selda í juli. Toyota sum Reyni Service umboðar, er á øðrum plássi við 21 bilum meðan Volkswagen er triðmest seldi bilur í juli við 19 bilum. Hetta er eisini raðfylgjan í hálvársuppgerðini. Tilsamans 193 Kiabilar eru seldar frá januar til juli í ár. 169 Toyota og 156 Volkswagen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Løgmaður til IOC: Føroyar hava OL-limaskap uppibornan Bárður á Steig Nielsen hevur sent altjóða olympisku nevndini eina áheitan (Mynd: EPA) SkrivaÐ:-Føroysk ítróttarfólk eiga at sleppa at luttaka undir egnum flaggi til olympisku leikirnar. Tað sigur Bárður á Steig, løgmaður, millum annað í almennari áheitan til altjóða olympisku nevndina IOC. Síðan OL í Beijing í 2008 hava fýra føroyingar, uppvaksnir í Føroyum, luttikið á olympiskum leikum. -Hetta ber millum annað boð um, at støði á føroyskum ítrótti er høgt, og í summum førum í heimsklassa, sigur Bárður á Steig Nielsen í skrivinum. Tey fýra eru rógvari Katrin Olsen í Beijing 2008, svimjarin Pál Joensen í London 2012 og Rio 2016 nú í Tokyo 2020 (2021) rógvarin Sverri Sandberg Nieolsen og hondbóltsleikarin Jóhan á Plógv Hansen. Løgmaður vísir eisini til limaskapir í øðrum samanhangi, eitt nú í altjóða paralympisku nevndini IPC og altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Tí er tíðin nú búgvin til, at IOC broytir fatan, og at føroyska flaggið eisini verður at síggja á olympiskum leikvøllum, heldur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021 Betri atløguumstøður á Eiðinum Umvælda og útbygda atløgubryggjan verður væntandi tikin í nýtslu aftur í næstu viku SkrivaÐ: Byggifelagið Kanjon hevur í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Teir hava longt atløgubryggjuna við 10 metrum, og hækkað hana við einum hálvum metri, eins og tann nýggja er. Eisini verður 1,5 metra høgur verjugarður á havnarlagnum. Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at umleið 550 rúmmetrar av betongi eru brúktir til havnarútbyggingina. Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, harímillum ein mobilan krana, eina gravimaskinu við last og tveir betongbilar. Ritan siglir vanliga um 60-70 prosent av túrunum á Eiðið, meðan restin verður siglt á Víkina. Tað tekur 35 minuttir at sigla á Eiðið úr Hvannasundi, meðan tað tekur 65 minuttir á Víkina. Við nýggju atløguviðurskiftunum á Eiðinum fer tað nú í fleiri førum at bera til at leggja at á Eiðinum. Serliga eru tað høgættirnar, sum eru ringar á Eiðinum, meðan tær eru góðar á Víkini. -Hetta fer at hjálpa væl. Tað munar sera nógv, at skipið sleppur inn um endan á bryggjuni. Tað sluppu vit ikki frammanundan. Afturat tí bøtur hækkaða bryggjan og verjugarðurin sera væl um, sigur Árni Joensen, skipari á Rituni, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Væntandi kann Ritan taka nýggju bryggjuna á Eiðinum í brúk einaferð í næstu viku. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Kaldbaksfólk mótmæla asfaltverki Kaldbaksfólk heita á Tórshavnar býráð at virða lív og heilsu hjá borgarum við Kaldbaksfjørð og steðga ætlanunum at byggja hetta asfaltverk SkrivaÐ: Tíðindaskriv Umleið 80 prosent av fólkinum í Kaldbak hava skrivað undir eitt mótmæli móti ætlaða asfaltverkinum á Sundi. Kaldbaksfólk heita á Tórshavnar býráð at virða lív og heilsu hjá borgarum við Kaldbaksfjørð og steðga ætlanunum at byggja hetta asfaltverk. Víst verður í skrivinum á, at ongar árinskanningar eru gjørdar av asfaltverkum í Føroyum, og at tað er ógjørligt at nýta danskar kanningar til endamálið, tí royk-, luft-, vatn- og ljóðdálking hátta sær øðrvísi, tá talan er um útlát í einum øki við høgum fjøllum og einum smølum firði. -Við einum dálkandi asfaltverki ávikavist 300 og 900 metrar frá bygdum øki, er bygdini ikki lív lagað. Í løtuni aftra ung fólk seg við at seta búgv í Kaldbak orsakað av útlitinum til dálkandi virksemi á vinnuøinum á Sundi, verður sagt at enda í mótmælinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti mótmælinum og takkaði fyri. Hann gjørdi vart við, at mótmælið beinanvegin verður journaliserað og latið viðkomandi nevndum til viðgerðar, áðrenn tað kemur til politiska viðgerð. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021–Fleiri lond hava havt avbjóðingar við el-rennihjólum Í sambandi við spurningin um, hvørt el-rennihjól eiga at verða lóglig í Føroyum, vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at el-rennihjól hava givið fleiri avbjóðingar fyri ferðslutrygdina í øðrum londum (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Fríggjadagin 30. juli legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn, sum kundu leigast í Havn umvegis appina Hopp Scooters. Orsøkin var, at tey sambært Akstovuni vóru ólóglig, tí tey eru at rokna sum lítlar breytmotorsúkklur–pocketbikes. El-rennihjólini eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni, men Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna Hopp Tórshavn heldur ikki, at tey eru ólóglig, og hevur hann ein sakførara, sum arbeiðir við málinum. Nú kjak hevur stungið seg upp um, hvørt el-rennihjól eru lóglig, ella um tey eiga at verða lóglig í Føroyum, kemur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini við sínum ískoyti. –Í summum londum verða el-rennihjólini flokkað sum súkklur, aðrastaðni sum prutl. Tað er avgerandi munur á hvussu akførini kunnu koyra og hvar tey kunnu vera, alt eftir hvussu tey eru flokkaði. Í Føroyum er ikki óvanligt at súkkla á gongubreytini, hóast tað ikki er loyvt, tí tann súkklandi kennir hetta tryggari. Men eitt el-rennihjól koyrir munandi skjótari og er hartil ljóðleyst. Tey kunnu tí vera til vanda og ampa fyri gangandi. Á koyribreytini eru tey hartil smá og kunnu vera torfør at síggja, umframt at tað kann vera trupult at meta um ferðina. Tí eru tey serliga útsett millum bilarnar, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd millum annað. Eisini er ymiskt, hvussu el-rennihjólini verða flokkaði av tryggingarfeløgunum, og tí er altíð neyðugt at spyrja seg fyri hjá egnum tryggingarfelagi. Men av tí at el-rennihjól ikki eru loyvd í Føroyum, er tað ikki vist at nøkur trygging tekur við, um tú fært skaða, ella gert skaða á fólk ella lutir á el-rennihjóli í Føroyum, skrivar ráðið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021 15 Niðurstøðan hjá skaðanevndini fyriliggur ikki fyrr enn í oktober Bíðitíðin á tveir mánaðir kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera Eivind verður sleipaður til Havnar (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Frystilínuskipið Eivind sigldi undanfarna mánadag á Flesjarnar. Skipið varð tømt fyri olju og sleipað til Havnar dagin eftir-tað fekk so at siga ongan nevniverdan skaða í støðuni. Danska skaðanevndin varð í vikuni liðug at kannað málið, men niðurstøðan verður ikki latin Sjóvinnustýrinum ikki fyrr enn um tveir mánaðir. Langa bíðitíðin kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera, veit Kringvarpið at siga. Skaðanevndin hevur millum annað kannað, um manningartalið umborð var tað rætta í mun til krøvini, ið er seks mans, tá óhappið hendi. Um tað ikki er hetta, er møguleiki fyri, at málið verður lagt fyri rættin, sambært kvf. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 16 Brimil sleipaði garnaskip á Havnina Skipið, ið hevði maskintrupulleikar, varð statt 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) SkrivaÐ: Mikudagin varð vaktarskipið Brimil boðsent at sleipa eitt garnaskip á Havnina. Skipið, sum varð statt 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum, hevði maskintrupulleikar, skrivar Vørn. Sambært Kringvarpinum var talan um Thor. Tað tók Brimli 19 tímar at sleipa skipið á Havnina. Thor er smíðað á Bolsønes, í Noregi í 1963. Skipið hoyrir heima í Hósvík. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021 17 Gera lokaðar alieindir til Hiddenfjord MEST er við til at gera serligar konstruksjónir, sum skal tryggja lúsafría aling á Sørvágsfirði (Mynd: MEST) SkrivaÐ: Nú er partur av útgerðini til teir lokaðu aliringarnar hjá Hiddenfjord komin á bryggjuna á Skála. Talan er um sera stórar stálkonstruksjónir, sum MEST fer at seta saman á bryggjuni á Skála komandi vikurnar. Talan er um tríggjar lokaðar ringar uppá 15.000 rúmmetrar, sum verða uppbygdir við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Innilokaðu ringarnir verða settir út í Sørvágsfirði og skulu ætlandi verða til við til at minka um vandan fyri laksalús. Fyrstu eindirnar verða væntandi settar úr á Sørvágsfirði í oktober. (Mynd: MEST) Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, greiddi týskvøldi frá ætlaninini í Degi og viku. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 1.900 tons av makreli og 3.700 tons av norðhavssild vórðu í ár settar av til vinnuligar fiskiroyndir SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2021 eru 1.900 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 18. juni 2021. Fiskimálaráðið fekk 11 umsóknir um part av kvotuni–tilsamans varð søkt um 7.200 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 8 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.900 tonsini, sum vóru tøk. 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti. Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2021 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin varð sett til mánadagin 3. juni 2021. Fiskimálaráðið fekk 15 umsóknir um part av kvotuni–tilsamans varð søkt um 14.250 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 11 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.700 tonsini, sum vóru tøk. Ein umsøkjari tók umsóknina aftur, og 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti. Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Av teimum átta umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru seks til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Tvær umsóknir eru latnar til reiðarí/skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Av teimum ellivu umsóknunum um part av sildakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru sjey latnar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina, soleiðis at virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Fýra játtanir eru givnar til reiðarí/skip. Av hesum skulu trý av skipunum gera ymiskar royndir við trolútgerðini, so hendan er minni orkukrevjandi, samstundis sum roynt verður at bøta um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Hin fjórða umsóknin er latin til eitt skip, sum í samstarvi við virki á landi skal virka sildina, so virðisøkingin verður størri. Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið og virðisøking av veiðuni. Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild settar nakrar serligar treytir, sum tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar–í seinasta lagi 31. desember 2021. Fiskimálaráðið Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Bogi Hansen, havfrøðingur: Føroyar mugu fremja tiltøk nú Vit fáa ikki steðgað veðurlagsbroytingunum, men verða ikki ógvuliga strong tiltøk gjørd nú, so verður støðan bara verri Bogi Hansen, havfrøðingur heldur landsstýrið má vísa í verki, at tað ynskir at fremja tiltøk móti veðurlagsbroytingunum. Her í Degi og Viku. SkrivaÐ: Bogi Hansen, sum er havfrøðingur og sum hevur gjørt seg galdandi innan altjóða gransking og eitt nú hevur skrivað bók um veðurlagsbroytingar, er ikki í iva. Hann heldur vit í Føroyum eiga at taka seinastu frágreiðingina hjá ST um veðurlagsbroytingar í størsta álvara. Sjónvarpsverturin John Johannesen setti veðurlagsbroytingar á breddan í Degi og Viku í gjárkvøldið. Gesturin var Bogi Hansen, havfrøðingur. Hann vísti í Degi og Viku sendingini í Kringvarpinum í gjár á, at niðurstøðurnar frá tí fyrstu frágreiðingini hjá IPCC fyri nógvum árum síðani vóru í høvuðsheitum tær somu sum í tí seinastu frágreiðingini, har sagt varð, at jørðin fer at hitna. At upphitingin stavar frá menniskjum, og har nógv ymisk veðurfyribrigdi fylgja við. Tað er tann sami høvuðsboðskapurin, sum alla tíðina hevur verið, men tann stóri munurin millum tá og nú, er tann, at tá var tað teori. Nú er tað bygt á kendar nátúrlógir sum, at sohvørt sum CO2 innihaldið og onnur evni í luftini vaksa, so fer jørðin at hitna. Bogi Hansen, sum uttan iva er tann føroyingur, ið hevur gjørt mest vart við veðurlagsbroytingar og avleiðingarnar av teimum, sigur við Kringvarpið, at tað gevur onga meining longur, um vit menniskju halda fram við at hita jørðina. Tað gevur heldur onga meining longur yvirhøvur at diskutera, um vit menniskju hita jørðina. Tað er prógvað. Og sohvørt sum tað verður heitari, fáa vit nógv fleiri ekstremar veðurlagshendingar. -Í flestu londum, sum vit samanbera okkum við, hevur man sagt, at nú fara tey at gera nakað við støðuna, men tað hendir ikki í Føroyum segði hann við sjónvarpið í gjárkvøldið. Bogi Hansen ásannar, eins og tað verður staðfest í seinastu ST frágreiðingini, at man fær ikki steðgað veðurlagsbroytingunum. Tað er longu ov seint at gera tað, sum skal til fyri at halda Parísavtaluna frá 2015, men fremur tú ikki ógvuliga strong tiltøk nú, so verður støðan bara nógv verri. Jú meira tað hitnar, meira ógvuslig verða tey tingini, sum fylgja við. Føroyski havfrøðingurin og granskarin heldur føroyskir politikarar loksins mugu taka seg um reiggj. Hann vísir á, at tekur man tað uppskotið, sum landsstýrið hevur lagt fram, so hava tey her eina frálíka endamálsorðing: "Í 2030 er málið, at ferðsla, upphiting, vinnan á landi og partvíst orkunýtsla á sjónum, eru løgd um til varandi orkukeldur.” -Men trupulleikin er, at tað eru minni enn 8,5 ár til 1. januar 2030. Meinar landsstýrið hetta tað skrivar í síni endamálsorðing, so skulu ongar oljufýringar koyra og eingin olju-diesel-ella hybridbilur koyra á føroysku vegunum í 2030. Meinar tú hetta, so skal man byrja at siga fólki tað. Hetta skyldar landsstýrið Føroya fólki, ella skal man bara siga, at hetta meinti man kortini ikki. Kelda: Dagur og Vika Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Biden við OPEC: Økið um oljuframleiðsluna Amerikanski forsetin ber ótta fyri búskaparligu avleiðingunum í heiminum, um oljuprísurin heldur fram at hækka Tað hevur stóran týdning fyri Biden forseta, at oljuprísurin ikki hækkar enn meira. Tí heitir hann á Opec um at økja um framleiðsluna. SkrivaÐ: Joe Biden, forseti í USA, hevur heitt á OPEC felagsskapin um at økja um oljuframleiðsluna til tess at forða fyri, at oljuprísurin hækkar enn meira. Hann ber ótta fyri avleiðingunum, sum ein høgur oljuprísur kann fáa fyri altjóða búskapin. Men hann hugsar her eisini og ikki minst um prísin á bensini hjá vanliga brúkaranum í USA. Hóast OPEC + londini herfyri avgjørdu at vaksa aftur framleiðsluna, sum londini longu hava avmarkað nógv, so heldur trygdarráðgevin hjá Biden, Jake Sullivan, at hesin vøksturin er als ikki nóg mikið til tess at steðga prísvøkstrinum, sum so aftur kann fáa vent búskaparligu gongdini í heiminum. Tað hevur stóran týdning fyri Biden at halda síni vallyfti, har hann m. a. legði dent á ikki at hækka skattin hjá meðalstættini eins og heldur ikki at gera tað dýrari hjá bileigarum at fylla tangan. Kann hann fáa Opec at hækka framleiðsluna enn meira, eru líkindi fyri, at hetta m. a. kann varðveita verandi bensinprísir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021 Shell rinda Nigeria 700 mió. kr. í endurgjaldi fyri oljudálking Dálkingin fór fram undir Biafrakrígnum fyri fimti árum síðani SkrivaÐ: Bretski-hálendski oljurisin Shell skal rinda fólkinum í einum øki í afrikanska landinum Nigeria góðar 700 mió. kr. í endurgjaldi í eini sak um oljudálking fyri meira enn 50 árum síðani. Partarnir hava við hesum gjørt eina semju um ábyrgdina av dálkingini og endurgjaldinum. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters. Shell skal rinda peningin til Ejama-Ebubu fólkið í syðra partinum av Nigeria. Oljudálkingin fór fram undir Biafrakrígnum frá 1967 til 1970. Kríggið er eisini kent sum nigerianska borgarakríggið. Semjan er sambært fronsku AFP tíðindastovuni tann seinasta í eini røð av endurgjaldssakum í hesum ríka oljuframleiðandi partinum av Nigeria, har lokalsamfeløg í áratíggju hava stríðst fyri at fáa endurgjald fyri oljudálking og umhvørvisvanlukkur. Shell hevur fyrr ført fram, at tað hevur ongantíð havt ein“ fair” møguleika at verja seg móti krøvunum. Hinvegin hava umboð fyri lokala fólkið í Nigeria ført fram, at Shell hevur brúkt allar hugsandi snildir fyri at sleppa undan at rinda endurgjald fyri dálkingina. Shell hevur higartil víst á, at tað er ein“ triði” partur, sum hevur ábyrgdina av dálkingunum, og at felagið hevur bygt uppaftur alt tað, sum felagið annars kann hava oyðilagt. Nú er so semja gjørd, har fólkið í Nigeria fær fult endurgjald. Shell er annars tað oljufelagið, sum hevur gjørt flest íløgur í oljuvinnuna í Nigeria, men roynir felagið nú at sleppa sær av við sínar ognir í landinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021-Vit kunnu ikki bara bróta gjørdar avtalur sigur hann og vísir til loyvi, sum oljufeløg hava fingið í sambandi við Cambo kelduna Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar sær ikki at ganga krøvunum frá umhvørvisfólki á møti, um at steðga útbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum SkrivaÐ: Síðani mótstøða hevur tikið seg upp ímóti útbyggingum av nýggjum oljukeldum eystan fyri Føroyar hevur bretski forsætisráðharrin nú lagt seg út í orðaskiftið. Tað ber ikki til at bróta longu gjørdar avtalur sigur hann. Spurningurin, um oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell skulu fáa loyvi til at fara undir útbygging av oljukelduni Cambo beint eystan fyri føroyska markið, er nú komin upp á hægsta stað, nevniliga á borðið hjá sjálvum breska forsætisráðharranum, Boris Johnson. Spurdur um hann ikki fer at steðga ætlanunum at geva loyvi til útbyggingina, nú beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í november, sigur Boris Johnson, at tað ber ikki til at bróta ein sáttmála, sum longu er gjørdur. Tað var nevniliga í 2001, at loyvi varð latið oljufeløgunum at gera íløgur í Cambofundið. "We can´t just tear up contracts", sigur forsætisráðharrin sambært Energy Voice, nú roynt verður at steðga hesi verkætlan vestan fyri Hetland Hetta segði hann á eini vitjan í Skotlandi í farnu viku, har hann vitjaði umborð á einum frálandsskipi, sum arbeiddi við at seta upp vindmyllur út fyri skotsku strondina. Boris Johnson vísti eisini á, at í avtalu, sum er gjørd millum vinnuna og myndugleikarnar, so verða nýggj leitiloyvi ikki latin, uttan at hædd verður tikin fyri grøna skiftinum. Boris Johnson segði eisini við tíðindafólk, tá hann fylgdi arbeiðinum at seta upp vindmyllur, at Bretland fer at seta uppaftur meira ferð á at menna vindorkuna, soleiðis at hon kann vera við til at veita orku til milliónir av húsarhaldum. Og hann legði dent á og fegnaðist um, at hesar vindmyllur til havs gerast bara størri og størri. Umhvørvisfelagsskapir hava higartil savnað 80.000 undirskriftir sum mótmæli móti ætlaðu útbyggingini av Cambo og annars móti øllum nýggjum oljuvirksemi yvirhøvur. Hesir eru Save the Children, RSPB, Oxfam, 350, Friends of the Earth, Green Alliance, Avaaz and Uplift. Teir vísa á, at Bretland, sum er vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni COP 26 í Skotlandi um nakrar fáar mánaðir, kann ikki loyva sær um somu tíð at geva loyvi til útbygging av eini stórari oljukeldu. Eisini umboð fyri bretska Labourflokkin og fyri Tey Grønu í Skotlandi hava mótmælt ætlanini. Hinvegin vísa umboð fyri eitt nú konservativa flokkin í Skotlandi á, at tað verður ein vanlukka fyri Skotland, um alt nýtt oljuvirksemi nú skal steðgast. Tað fer at ganga út yvir tey meira enn 100.000 fólkini, sum arbeiða í hesi vinnuni. Eisini umboð fyri vinnuna vísa á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar, har vinnan bindur seg til at lækka CO2 útlátið. Víst verður eisini á, at skal oljuvirksemið í Norðsjónum steðgast ella avmarkast, so fer tað at merkja, at Bretland í framtíðini má innflyta olju úr øðrum londum. Cambo-oljukeldan liggur tætt upp at føroyska markinum. Í næstum verður avgjørt, um grønt ljós skal gevast til útbygging av hesi risastóru keldu Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021 Hava sett 30 milliardir evrur av til endurbyggingararbeiði Týska samveldisstjórnin og stjórnirnar í teimum 16 týsku statunum deilast um útreiðslurnar–180 fólk lótu lív í vatnflóðunum í juli, og nógvir bygningar fingu skaða Mayschoss, Týskland (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Týska stjórnin hevur sett 30 mia. evrur av (uml. 220 mia. í okkara krónum) til endurbyggingararbeiðið eftir vatnflóðunum, sum raktu landið í juli, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel. Í minsta lagi 180 fólk lótu lív, umframt at nógvir bygningar eisini fingu skaða. Týska samveldisstjórnin og stjórnirnar í teimum 16 týsku statunum deilast um útreiðslurnar, skrivar Ritzau. Tað vóru statirnir Nordrhein-Westfalen og Rheinland-Pfalz, sum vórðu harðast rakt av vatnflóðunum. Í Nordrhein-Westfalen fer endurbyggingararbeiðið væntandi at kosta meira enn 13 mia. evrur. Neyðugt hevur ikki verið at bygt so nógv heim uppaftur síðan 2. heimsbardaga, sigur Armin Laschet, leiðari í statinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Framyvir verður VAR brúkt til A-landsdystir í Føroyum Tað er bara spurningur um tíð, til vit hava eina ella aðra útgávu av VAR í føroysku landskappingini eisini, sigur dómaraleiðarin í FSF (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Sverri Egholm HM-undankappingardysturin móti Ísrael, sum verður á Tórsvølli mikudagin 1. september, verður søguligur. Talan verður nevniliga um fyrsta dyst í Føroyum, har VAR (Video Assistant Referee) fer at verða brúkt. Hesum boðar Fótbóltssambandið frá í dag. Seinastu tvey-trý árini hevur VAR verið brúkt í stóru kappingunum kring evropa, umframt í bólkaspælinum í Champions League, Europa League, til HM-endaspælið í Russlandi í 2018 og í EM-endaspælinum, sum var á skránni í summar. Men nú hevur UEFA avgjørt, at VAR eisini skal brúkast í HM- og EM-undankappingardystum hjá monnnum. Millum fótbóltsfjepparar eru annars ymiskar meiningar um VAR–bæði fyri og ímóti. Men endamálið við VAR er heilt einfalt at hjálpa dómarunum at taka rættar avgerðir. Millum annað verður hetta gjørt við at geva dómaranum møguleikan at síggja støður umaftur, um hann møguliga hava mistikið seg. VAR verður brúkt í støðum, tá talan er um rangstøðu, mál, brotsspørk, beinleiðis reyð kort og ella um dómarin hevur givið skeivum spælara gult ella reytt kort. –Tað er altíð spennandi at fylgja við í menningini í samband við døming, og eg ivist ikki í, at tað bara er ein spurningur um tíð, til vit hava eina ella aðra útgávu av VAR í føroysku landskappingini. Nokk ikki á sama støði sum vit kenna tað nú, men upp á ein ella annað máta. Til dømis kann talan verða um“ VAR light”, ið eru frá sjónvarpsframleiðslum, har 2 til 4 upptøkutól verða nýtt, sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF. Aftaná seinastu kapping í UEFA Nations League vórðu allir dystirnir eftirkannaðir av VAR. Og tá var niðurstøðan, at um VAR hevði verið brúkt, høvdu Føroyar allarhelst fingið tvey brotsspørk, sum ikki blivu dømd. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021 Evropeiska hitametið varð tikið Máldu 48,8 hitastig í Siracusa á Sikiloy-enn er metið ikki alment viðurkent Hitin er nógvur kring Miðjarðarhavið. Myndin er úr italska høvuðsstaðnum, Rom (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Hitabylgjan í Suðurevropa sær nú út til at taka øll met fyri hita, sum vórðu máld í 1977. Í Siracusa á italsku oynni Sikiloy, ella Sisilia, vóru mikudagin máld 48,8 hitastig. -Tað hevur ligið í veðurkortunum í eina tíð, at hitametini fóru at verða tikin í ár, tí tað hevur verið heitt so leingi. Men gongdin er ræðandi, sigur veðurfrøðingurin Kristian Gislefoss við NRK. Gamla metið var 48,0 stig, sum vórðu máld í grikska høvuðsstaðnum, Athen, í 1977. Sambært Gislefoss er tað ikki óvanligt við hitabylgjum hesa ársins tíð, men tað óvanliga er, at tær vara so leingi nú. Tað serliga nú, er eitt hátrýst í økinum, ið nærum hevur“ sett seg fast”. -Hetta elvir til stilli og nógvan hita í longri tíð. Tá vætan so eisini hvørvur úr jørðini, gerst hitin bara enn hægri, sigur veðurfrøðingurin. Fyrr í hesi vikuni kom veðurlagsnevndin hjá ST við eini umfatandi frágreiðing um støðuna í veðurlagnum. Eitt av høvuðsevnunum var, at vit koma at uppliva meira av sokallaðum ekstremum veðurlagi, eitt nú hægri hita. Hóast tað kann vera trupult at staðfesta, um júst ein einstøk hitabylgja kann vera komin orsaka av veðurlagsbroytingum, so ber til at siga nakað um sannlíkindini fyri hitabylgjum. Gislefoss sigur í hesum sambandi, at vit skulu rokna við slíkum ógvusligum hendingum í framtíðini. -Um tað hendir næsta ár, ber ikki til at siga. Men hyggja vit í einum longri tíðarperspektivi, so er tað heilt vist, at vit koma at uppliva fleiri hendingar, eins og hesa, sigur Kristian Gislefoss við NRK. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 26 Hav Alda skal sigla við fóðri millum Føroyar og Skotland Nýggja skipið hjá Navigare kom til Føroya í vikuni (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) SkrivaÐ: Føroyska Sjómansmissiónin-Skipið er keypt til at sigla við alifóðri millium Føroyar og Skotland. Síðstu vikurnar hevur tað verið í Pólandi, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, so sum sandblásing og máling. Harafturat eru ymiskar dagføringar gjørdar, so tað vónandi verður væl egnað til siglingina. Tað sigur Álvur Højgaard, reiðari á Navigare, sum eigur skipið. -Skipið er frá 2000 og er í sera góðum standi. Vit hava sett nærum nýggja maskinu á dekkið og sett síðuskrúvu í aftan, so tað skuldi verði lætt at manerera, eisini tá leggjast skal til aliflakar, sigur hann. -Skipið er 82,5 metrar langt, 12,4 metrar breitt og lastar góð 2500 tons. Motorurin er 2500 hestar MAK. Ferðin var góðar 12 sjómíl um tíman til Føroyar og tað er góð ferð, sigur Álvur Højgaard. Nú skulu ymiskt smáting fáast í rætt lag, áðrenn Hav Alda fer til Fuglafjarðar at lasta alifóður til Skotlands. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og andakt verður umborð áðrenn skipið fer í vinnu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 HB vann Føroyum stig Hóast tað langt frá rakk til at koma víðari, so vann HB føroyskum fótbólti týdningarmikil stig (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi, í mun til hvør fór at koma víðari, men seinni dysturin í 3. umfari í UEFA Conference League millum HB og ísraelska Maccabi Haifa var í sær sjálvum spennandi. Michal Pryzbylski stendur klárur. Lítla løtu seinni er mál (Mynd: Sverri Egholm) Føroysku meistararnir løgdu seg á í 20. minutti, tá Daniel Johansen við góðum frísparksinnleggið til aftasta øki, har Michal Przybylski hevði runnið rætt, og miðvallarin, ið skoraði tvær ferðir seinast HB spældi evropeiskan heimadyst, kastaði seg fram og stýrdi bóltinum í málið. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, hóast bæði liðini høvdu aðrar góðar støður og málmøguleikar. Serliga seinastu minuttirnar trýstu ísraelar fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki og hóast HB ikki kemur víðari, vinnur havnarliðið Føroyum týdningarmikil stig í Evropa. (Mynd: Sverri Egholm) HB hevur KÍ á skránni mikudagin, og tí var hetta góð fyrireiking upp á týdningarmikla dystin í landskappingini, sum kann gerast avgerandi fyri FM. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 28 Leygardagur 14. august 2021 U17: Rakk ikki til finalupláss hóast flott avrik Føroysku kvinnurnar stríddust sera væl móti favorittunum úr Niðurlondum, men tað manglaði nakað av neyvleika í álopsspælinum, og føroyska liðið rann allatíðina aftaná í einum dysti, har málverjarnir av álvara gjørdu vart við seg Føroysku U17 kvinnurnar taptu við trimum málum í hálvfinaluni í EHF CHAMPIONSHIP í Tbilisi móti sterka niðurlendska liðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í bólkaspælinum varð niðurlendska liðið als ikki avbjóðað, men tað varð tað í hálvfinaluni. Føroyar byrjaðu annars ikki væl, og tað varð skjótt 3-0. Álopsspælið var ov ótolið fyrstu løtuna og merkt av skeivum avgerðum, og hetta gekk eisini aftur í løtum í dystinum. Føroyska liðið fekk tó skjótt gott tak á dystinum og serliga álopinum hjá Niðurlondum, og tað bleiv 5-5 um miðjan hálvleik. Tað var tó ein løta í seinnu hálvu av 1. hálvleiki, har tær í svørtum vóru á veg at fara avstað, men Føroyar endaðu hálvleikin væl-millum annað við at standa sterkt í verjuni. Í øðrum hálvleiki var gongdin tann, at liðini so at siga skiftust um at skora, og at munurin harvið var annaðhvørt eitt og tvey mál. Bæði liðini gjørdu nøkur teknisk mistøk men skoraðu eisini heilt góð mál. Silja Arngrímsdóttir Müller stóð ein góðan fyrra hálvleik, men fann eina løtu í seinna hálvleiki eitt uppaftur hægri støði, har Haukar-málverjin pilkaði skot eftir skot og hevði fleiri stórbjargingar og helt í roynd og veru Føroyum heilt inni í dystinum. Silja varð eisini kosin besti leikari hjá Føroyum. Trupulleikin var, at málverjin hjá Niðurlondum eisini var teirra besti leikari, og hevði eisini fleiri avgerandi bjargingar. Serliga var tað, tá Føroyar høvdu møguleikar at javna, millum annað eftir bjarging frá Silju ella gott verjuspæl í hinum endanum, og hon bjargaði eisini brotskasti, tá átta minuttir vóru eftir, og munurin var tvey mál. Talan var um einasta brotskastið, ið Lukka Arge ikki skoraði uppá. Hon skoraði átta brotskast-tað seinasta kom stutt eftir tað misnytta, tá Lukka smekkaði bóltin umvegis yvirleggjaran í málið. Nummar 40 hjá Føroyum gjørdist aftur toppskjútti. Tað rakk tíverri ikki til finalupláss hjá Lukku, Silju og hinum á føroyska liðnum ið stríddist sera væl móti favorittunum í kappingini. Seinastu løtuna fingu okkara ikki støðgað niðurlendsku álopunum og gagnýtt eina yvirtalsstøðu. Úrslitið merkir, at Føroyar sunnudagin skulu spæla um triðja plássið móti taparanum av Ukraina-Serbia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021 Vestmannakvinnur fáa ikki mannað lið Orsøkirnar eru serliga at spælarar hava átt ella farnar uttanlands í lestrarørindum. VÍF og EB fara nú at samstarva um lið í bestu kvinnudeildini (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í hondbóltsbygdini Vestmanna hevur tað í ár ikki eydnast at manna lið í bestu kvinnudeildini. Tí fer VÍF nú undir samstarv við kvinnuliðið hjá EB. Sostatt verður EB aftur í bestu kvinnudeildini á fyrsta sinni í 29 ár. –Í mong ár hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti at hava eitt lið aftur í bestu deildini. Vit hava nógvar dugnaligar ungar leikarar, sum nú á fyrsta sinni skulu royna seg móti teimum bestu. Vit hava kortini brúk fyri royndum spælarum fyri at fáa eina smidligari byrjan, og vit hava tí valt at samstarva við VÍF hetta fyrsta árið, sigur Sunnuvá Vesturdal, forkvinna í EB. Vestmannakvinnur hava mist nógvar leikarar í ár og fáa tí ikki mannað lið. Orsøkirnar eru serliga, at spælarar hava átt ella skulu eiga barn ella farnir uttanlands at lesa, sigur VÍF á heimasíðuni. Lea Lisberg úr EB og Agnas Olsen úr VÍF (Mynd: Vif. fo) Leikararnir venja longu saman, 17 leikarar úr EB og sjey úr VÍF. Íslendingurin, Kristinn Guðmundsson, skal standa á odda fyri samansetta liðnum. Hann hevur drúgvar royndir í bestu íslensku deildini og hevur vunnið fleiri meistaraheiti. Feløgini skiftast í millum at venja og spæla dystir á Eiði og í Vestmanna. Kvinnuliðið í bestu deildini fer at eita EB og spælt verður í hvíta EB-litinum, undantikið, tá ið dystir eru móti StÍF, tá spælt verður í gulum. Samstarvað verður eisini um eitt lið í 1. deild, og tað fer eftir ætlan at eita VÍF. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021 Helgi og Maria vunnu LM Kring Føroyar 11 menn og fýra kvinnur gjøgnumførdu allar fimm teinarnar í ár Hjá kvinnunum gjørdist Maria Svabo Hansen ein líka so tryggur vinnari. Hjá monnunum stóð kappingin millum Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen, men av tí at Dávur ikki var við í kappingini leygardagin, kom hann ikki upp á tal at gerast samlaður vinnari, tá seinasti teinur varð súkklaður í gjár. Kappingin byrjaði við eini tíðarkoyring úr Miðvági til Bíggjar og aftur mikudagin. Hesa kappingina vann Dávur, sum var sjey sekund skjótari enn Helgi og 78 sekund framman fyri Jákup Petur Eliassen. Hósdagin varð súkklað um Eiðisskarð, Gøtueiði og undir Leirvíksfjørð til Klaksvíkar. Teinurin er 60 kilometrar og her vann Helgi Winther Olsen, sum var hálvanannan minutt skjótari enn Dávur og hálvansætta skjótari enn Jákup Petur. Fríggjadagin var ein rundteinur súkklaður á Viðoynni, 62 kilometrar til samans. Her vann Dávur Magnussen, men hann var bara trý sekund skjótari enn Helgi og 2 minnuttir og 20 sekund skjótari enn Hilmar Hansen. Leygardagin varð so farið til Suðuroyar, har súkklað varð av Tvøroyri suður til Sumbiar og norður aftur til Vágs. Ætlanin var at fara um hestin norðuraftur, men orsaka av vindi varð avgjørt at súkkla báðar vegir gjøgnum tunnilin í staðin-52 kilometrar tilsamans. Her vann Helgi Winther Olsen aftur. Hann var næstan fýra minuttir skjótari enn Jákup Petur Eliassen og yvir sjey minuttir skjótari enn Hilmar Hansen. Dávur Magnussen var ikki við her, og harvið hevði Helgi Winther Olsen í veruleikanum longu tá tryggjað sær samlaða sigurin. Seinasti teinurin varð súkklaður í gjár. 67 kilometrar úr Havn norður til Hósvíkar og aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum. Aftur her gjørdist Helgi Winther Olsen vinnari, 28 sekund skjótari enn Dávur Magnussen og 30 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen. Sostatt brúti Helgi Winther Olsen 7 tímar og 49 minuttir upp á allar fimm teinarnar. Hann var 13 minuttir og 23 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen og 27 minuttir skjótari enn Hilmar Hansen, sum endaði á triðja plássi samlað. 11 súkklarar gjøgnumførdu allar teinarnar. Maria vann allar teinarnar Hjá kvinnunum stóð kappingin millum Mariu Svabo Hansen og Elsa Maria Berg. Tær báðar súkklaðu skjótast í Vágum, Maria 17 sekund skjótari enn Elsa Maria. Í Klaksvík var úrslitið tað sama, her var munurin knappur hálvur triði minuttir. Á Viðoynni var munurin hálvursætti minuttir og í Suðuroy 16 minuttir. Á seinasta teininum í gjár var munurin millum tær báðar knappar 13 minuttir. Tilsamans vann Maria Svabo Hansen LM Kring Føroyar í tíðini 9 tímer og 45 minuttir. Tað var 37 minuttir skjótari enn Elsa Maria Berg og 1 tíma og 50 minuttir skjótari enn Súsanna Eliassen, sum gjørdist nummar trý. Fýra kvinnur gjøgnumførdu allar teinarnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021 KÍ verður ikki tikið B68 og 07 Vestur vunnu sær umráðandi stig í botnstríðnum. Fýra dystir vóru sunnudagin leiktir Betri deildini hjá monnum Innskifti Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 3-0, og avgjørdi dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað gerst altsamt meira greitt, at FM-steypið fer til Klaksvíkar í ár. Við uppibornum 3-0 sigri ímóti nærmasta kappingarneytanum á stigatalvuni, Víkingi, er KÍ nú á odda við tíggju stigum. Knúsandi sterka KÍ-liðið setti seg á dystin við Djúpumýrar beinanvegin og Bob Sumareh legði heimaliðið á odda tá bara fimm minuttir vóru leiktir. Eitt korter inn í seinna hálvleik var aftur galið hjá Víkingi, tá Árni Frederiksberg smekkaði bóltin í netið til 2-0. Innskifti Jóannes Bjartalíð avgjørdi dystin sjey minuttir fyri leiklok, tá hann prikaði bóltin inn um mállinjuna til 3-0. KÍ hevur við sigrinum 47 stig, og leggur av álvara sjógv millum seg og hinar FM-biðlarnar. Klaksvíkingar hava skotið 66 mál og bara latið fýra inn. Í botninum er av álvara komið lív í. B68 vann 2-1 ímóti EB/Streymi, meðan 07 Vestur sum tók ímóti TB á Dungasandi, vann 3-1. Tey liðini fara sostatt fram við ÍF á stigatalvuni. Fuglfirðingar skuldu spæla móti HB sunnudagin, men orsakað av Europa Conference League, er tann dysturin útsettur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2021 07 Vestur vann óvæntað móti Víkingi Vágakvinnur vunnu farna vikuskiftið 2-1 móti Víkingakvinnum, sum undan dystinum vóru favorittar at vinna dystin móti uppflytarunum (Mynd: 07 Vestur) SkrivaÐ: Sverri Egholm Óvæntað vann 07 Vestur leygardagin á Víkingi 2-1. Vágakvinnur fingu sostatt sín triðja sigur í ár, men hetta er fyrstu ferð, at tær taka stig frá øðrum enn botnliðnum AB/B71. 07 Vestur fekk bæði síni mál í fyrra hálvleiki. Tað fyrra kom eftir hornaspark tá Sissal Haraldsen fekk fótin á bóltin, og legði heimaliðið á odda. 2-0 málið kom bara tveir minuttir seinni tá Bettieyð Ellingsgaard gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið. Jensa Petursdóttir Olsen minkaði um munin 20 minuttir inn í seinna hálvleik, men fleiri mál komu ikki. 07 Vestur kemur við sigrinum upp á níggju stig, og minkar um munin upp til hini liðini. Hinvegin dragnar Víkingur í spennandi stríðnum um gullkrónurnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Tórshavn Boksing til reiðar í nýggjum hølum Hølini á Hjalla verða víst fram sunnudagin SkrivaÐ: Felagið Tórshavn Boksing ger seg til reiðar til eina nýggja byrjan, nú felagið av álvara fer at taka nýgg venjingarhøli á Hjalla í brúk. Mánadagin verður venjingin tikin uppaftur av álvara, og sunnudagin millum klokkan 12 og 15 verður høvi hjá almenninginum at skoða hølini. Hølini eru á fyrstu hædd í sama bygningi sum handilin Vøruhúsið. Tórshavn Boksing byrjaði fyri fáum árum síðani í nýggjum hølum í kjallarahæddini í ítróttarhøllini á Hálsi. Borðtennis og judo heldur eisini til í hesum hølunum, men tey vístu seg heilt skjótt at vera alt ov lítil til stóra og vaksandi áhugan fyri at boksa í Havn. Tí var farið í holt við at leita eftir størri hølum. Felagið er longu í fer við at fyrireika ferðir uttanlands, og tann fyrsta verður eftir ætlan í september mánaði. Komandi vikurnar fara venjingarnar í gongd fyri bæði mitiónsboksarar og ungdómsboksarar, og síðst í september verður roknað við, at full ferð er komin á allar venjingarnar, upplýsir Martin Meng Wojciechowski frá Tórshavn Boksing. Í næstum verður farið undir at útbúgva venjarar at taka sær av boksivenjing fyri parkinsons-sjúklingar–nakað, sum felagið sær fram til og væntar sær nógv av. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 Petur skoraði sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini Fáar minuttir eftir at hann kom inn, skoraði 23-ára gamli maðurin úr Saltangará, tá hann sjálvur legði trýst á verjuna og gjørdi sær dælt av villu. Petur Knudsen átti eisini stóran leiklut í 5-0 málinum hjá Lyngby Petur, ið her skorar fyri U21-landsliðið móti Ísrael, fekk hol á málskjótingina í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Síðsta mikudag byrjaði Petur Knudsen inni á fyrsta sinni og skoraði síni fyrstu mál á Lyngby Stadion. Fyrrverandi NSÍ-leikarin gjørdist tvífaldur málskjútti, men tað var í 9-0 sigri á Østerbro IF, ið spælir fimm deildir longur niðri enn Lyngby. Leygardagin var Petur innskiftur eftir ein tíma í 3. umfari í NordicBet-deildini. Eins og í hinum báðum dystunum var tað fyri Frederik Gytkjær, ið var ógvuliga vælleikandi, og sum legði heimaliðið á odda. Tá Petur Knudsen kom inn, var støðan 3-0 til Lyngby, sum í bakandi sólini var í gongd við at skræða útiliðið, Esbjerg, sundur. Støðan í Esbjerg er heilt serstøk, har fleiri av teimum bestu leikarunum ikki spældu við orsakað av støðuni við týska verjanum Peter Hyballa, ið sambært fleiri miðlum og leikarum er farin illa við hópinum á ymsan hátt, og hevur skapt eitt ógvuliga keðiligt umhvørvi og órógv í felagnum. Leikarar tykjast at vera í kríggj við venjaran og felagið, opið bræv er skrivað, men leiðslan stendur fast. Tað var tí eitt skert og rakt lið, ið Lyngby tók ímóti. Peter Hyballa var sjálvur ikki til staðar í Lyngby-felagið boðaði frá, at orsøkin var sjúka í familjuni. Lyngby var greitt betra liðið so at siga allan dystin, var á odda í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði høgri vongbakkurin Svenn Crone tvey mál eftir góð upplegg frá hinum vongbakkinum Adam Sørensen. Í 64. minutti royndi Esbjerg at byggja spælið upp tætt við egnan brotssteig. Ein frískur Peter Knudsen jagstraði ágangandi, og tá aftasti verjuleikarin als ikki eydnaðist við sínari alvering, sló Petur til og setti bóltin trygt inn við høgru innarusíðu til 4-0 og fór so út ímóti áskoðarum at fegnast um sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini. Fyrrverandi HB-venjarin og núverandi ítróttarstjórin í AB Jonas Dal Andersen var viðmerkjari, og hann væntaði, at Lyngby-fjepparar kundu venja seg við nanvið "Knudsen", og tað at hann skorar. Hann metti eisini felagið vera eitt gott stað hjá føroyingunum at menna seg víðari. Tólv minuttir seinni fekk Petur bóltin við brotsteigarmarkið til høgru, spældi snilt innum verjuna, bólturin varð lagdur útfrá aftur mitt fyri, og so var 5-0. Ikki so torførar umstøður at koma inn í, men umráðandi at 23-ára gamli føroyingurin av álvara fekk víst seg fram í álopinum hjá oddaliðnum í deildini. Lyngby spælir hetta vikuskiftið í Hobro. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Julia Naomi fekk góða byrjan í AGF 20 ára gamla innskifta tvørakvinnan átti skotið, ið endaði við at gerast fyrsta málið hjá felagnum í nýggja kappingarárinum í bestu donsku deildini. Ásla Johannesen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki Julia Naomi Mortensen kom væl inn í dystin í Aarhus. Hon og landsliðsliðfelagin, Ásla Johannesne, spæla nú fyri AGF (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Síðst í juli varð almannakunngjørt, at liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen, hevði skift úr FC Nordsjælland til AGF. Harvið heldur 25-ára gamli vinstri bakkurin fram í fremstu donsku deildini, og leygardagin spældi Ásla fullan dyst, tá AGF á stóru Ceres Park tók ímóti Fortuna Hjørring, ið hevur vunnið tjúgu steyp-landskappingina ellivu ferð og steypakappingina níggju ferðir. Stórfavorittarnir vunnu eisini trygt. Fimm mál fóru inn hjá AGF, men tað er jaligt fyri Áslu, at útlit eru fyri fastari spælitíð. Hon vísti seg eisini væl fram í serliga nøkrum atgerðum fram eftir vøllinum og hevði eina góða skotroynd stutt fyri leiklok Heilt jaligt fyri AGF var 2. hálvleikur-støðan var 0-4 í steðginum- og serliga løtan, har heimaliðið fekk tvey mál. Í fjør gingu fýra dystir, til AGF skoraði í Gjensidige deildini, men í 70. minutti leygardagin skoraði liðið hjá Katrine S. Pedersen. Talan var um eitt hornaspark úr vinstru, ið varð lagt útfrá, so at Ásla Johannesen kundi royna seg við skotið við brotsteigarmarkið. Føroyingurin rakti ikki bóltin, men bólturin endaði við føturnar hjá einum einum øðrum føroyingi, ið nú roynir seg í bestu donsku deildini. Julia Naomi Mortensen skeyt við "kalda" vinstra beininum, og umvegis ein Fortuna Hjørring-leikara fór bólturin í málið. Tað varð skrásett sum sjálvmál. Hetta var tíggju minuttir eftir, at 20-ára gamla tvørakvinnan varð skift inn. Julia Naomi Mortensen er landsliðsleikari og hevur seinastu árini gjørt vart við seg í HB. AGF fekk eitt mál afturat í samband við hornaspark, áðrenn útiliðið aftur økti í yvirtíðini, so at tað endaði 5-2. Liðið hjá Áslu og Juliu Naomi skal hetta vikuskiftið spæla aftur-tað verður í Thisted. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Taptu við tveimum móti Danmark U19-menninir spældu til tíðir frálíkan álopshondbólt og hingu væl í, men danski málverjin tók til tíðir heilt væl frá og í hinum endnaum vístu danir styrki og hegni. 16-ára gamli Óli Mittún gjørdist toppskjútti hjá Føroyum Ungu menninir spældu tríggjar harðar dystir í vikuskiftinum-í næstum skulu teir í gongd í Bulgaria (Mynd: hsf. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska U19-landsliðið hjá monnum spældi tíðliga sunnudagin sín seinasta dyst í Scandinavian Open, ið Føroyar, Danmark, Noreg og Svøríki nýta til at fyrireika seg til EM-kappingarnar, ið fara í gongd heilt skjótt. Føroyar skulu til EHF Championship kapping í Bulgaria, ið er eitt slag av B-EM-gull har gevur atgongd til EM-endaspælið fyri U20-landslið næsta ár. Føroyingar vóru á odda fyrstu løtuna, men so kom Danmark framum. Liðini fylgdust tó tætt restina av hálvleikinum og skiftust so at siga at skota. Tað var álopsspælið, ið var í høvuðsætinum, og tað koyrdi væl hjá báðum liðunum. Okkara verja fekk als ikki tamarhald á dønum, og tað tykist sum at time'ingin ikki sat, og at megin til at koma í takklingarnar ikki heilt var har. Skotini sum Pauli ella Sasha, ið var inni eina løtu, skuldi royna at bjarga, komu sum oftast frá fríum støðum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki høvdu málverjarnir hjá Føroyum hvør sína góða bjarging av vonginum, men tað var danski málverjin, ið tók miera frá. Hann varð kosin til besta leikara hjá Danmark og fekk millum annað gott fatur á Hákun West av Teigum. Danir økti um leiðsluna fyrra helmingin av seinna hálvleiki, har føroyingarnir høvdu heldur ilt við at skora, hóast álopini oftast vórðu sett heilt væl upp. Elias á Skipagøtu fekk fimm mál, men tað var serliga í partinum at skipa spælið og at flyta bóltin á røtt stað og við rættari ferð, at hann skein. Sävehof leikarin hevði minst helmingin av uppleggunum hjá føroyska liðnum. Mittún-brøðurnir skoraðu samanlagt ellivu mál, og bert 16-ára gamli Óli hevði fleiri heilt góð gjøgnumbrot og trygg skot og gjørdist føroyskur topppskjútti við seks málum. Tað var ikki fyrrenn seinasta partin av dystinum, at føroyska verjan, og serliga Pauli Jacobsen, fekk tak á. Nógvar góðar bjargingar og føroysk mál í hinum endnaum gjørdu, at veruligur spenningur kom í ð, men Føroyar komu tíverri ikki nærri enn tvey mál. Dystirnir í Lund farna vikuskiftið vóru góð fyrireiking hjá liðnum hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher til kappingina í Bulgaria, har Føroyar fara at spæla ímóti liðnum, sum á pappírinum eru veikari enn mótsstøðuliðni í Scandinavian Open. Dagsins leikari hjá Føroyum: Viktor Nølyng Gaini Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2021 37 Leygardagur 14. august 2021 Rakk ikki til enn eitt OL-gull hjá Danmark Heimsmeistararnir høvdu møguleikan at tryggja longda leiktíð í seinastu sekundunum, men, sum so ofta áður í finaluni, varð bólturin blakaður burtur, og Frakland vann gull. Damark var aftanfyri so at siga allan dystin-Jóhan á Plógv fekk seinastu minuttirnar á vøllinum Fyri fimm árum síðani vann Danmark við tveimum málum á Fraklandi í OL-finaluni í Rio. Harvið støðgaðu Mikkel Hansen, Niklas Landin og co. OL-gullrøðini hjá Les Experts-fýra ár frammanundan gjørdist Frakland fyrsta landið á manssíðuni, sum vann OL tvær ferðir á rað. Leygardagin vóru tað fraklendingar, ið við tvey-máls sigri í Tokyo forðaðu dønum at vinna gull fyri aðru ferð. Danir fingu álopsspælið væl at koyra fyrstu minuttirnar, og vóru eftir seks minuttir á odda 4-3, men so kom av álvara stígur í, og tað gingu næstan tíggju minuttir, til Danmark skoraði aftur. Samanumtikið vórðu alt ov nógvar tekniskar villur gjørdar-greitt meira enn vanligt hjá Danmark-har bóltar í skundi ella ósketni vórðu tveittir burtur ella í franskar hendur, og nøkur skot endaðu mitt á Gerard. Franska verjan var stinn og tók broddin frá dønum. Í hinum endanum var samanlagt betri hjá Danmark, har Niklas Landin hevði nakrar góðar bjargingar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki dró Frakland tó frá við góðum og effektivum álopsspæli, og munurin í steðginum var fýra mál. Munurin var heilt uppi á seks málum nakrar ferðir í byrjanini av 2. hálvleiki, har Danmark helt fram at brenna. Men smátt um smátt ótu danir seg inn. Verjan fór at hanga betri saman, Landin tók frá, og meira broddur kom í álopsspælið, har Mathias Gidsel var ógvuliga eyðsýndur við gjøgnumbrotum, málum og uppleggum. Liðið hjá Nikolaj Jakobsen hevði nakrar ferðir móti endanum møguleikan at javna, men tað eydnaðist ikki: Verjan hjá Fraklandi fekk órógvað so mikið í øllum førunum, Gerard stóð væl, og danir kundu eisini irða seg um, at Mikkel Hansen, ið gjørdist toppskjútti við níggju málum, misnýtti eitt brotskast, tá fimm minuttir vóru eftir. Tá beint yvir ein minuttir var eftir, misti royndi og vælleikandi Nikola Karabatic bóltin. Eitt mál var á muni, og danir koyrdu eitt langt álop við sjey ímóti seks. Har hendi ikki tað stóra, og tá Gidsel royndi at bróta ígjøgnum, misti evnaríki bakkurin bóltin, og so kundi bólturin kastast í tómt mál til 25-23, ið gjørdist endaliga úrslitið. Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum seinastu minuttirnar. 27-ára gamli høgri vongurin hevði onga skotroynd. Tíverri fyri havnarmannin og danska liðið var talan um silvur. Frakland hevur nú vunnið OL tríggjar ferðir a manssíðuni-Spania tryggjaði sær bronsu við sigri á Egyptalandi fyrrapartin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021 City sett bretskt met-Grealish fyri hundrað milliónir pund 25-ára gamli miðvallarin hevur nú skift til meistararnar úr Aston Villa. Hann fer at spæla við nummar 10 á rygginum-keypsprísurin hevur eitt null afturat í endanum í pundum. Tað er framvegis møguligt, at Kane verður liðfelagi við Grealish SkrivaÐ: Agnar Prestá Fyri fimm árum síðani rindaði Manchester United beint yvir 90 milliónir pund fyri at keypa tá 22-ára gamla Paul Pogba aftur úr Juventus. Harvið setti felagið bretsk met-nú hava grannarnir "tikið tað aftur" Í farnu viku kunngjørdi Manchester City, at felagið hevði keypt Jack Grealish leysan úr barndómsfelagnum Aston Villa, og at partanrir høvdu undirskrivað ein seks-ára sáttmála. Skjótt gjørdist greitt, at talan var um bretskt met, tí at felagið úr Manchester hevði útloyst loysigjaldið á 100 milliónir pund, ið Aston Villa setti í fjør fyri gávaða og snilda miðvallaran, sum skal mynda núverandi meistaraliðið komandi árini. Slakar 880 milliónir koma inn, og tað hevur givið Villa rúm til at fáa fatur á Leon Bailey úr Bayer Leverkusen, Emiliano Buendía úr Norwich og Danny Ings úr Southampton-tríggir leikarar ið felagið metir á ein hátt kunnu avloysa liðformannin og samanlagt hava samsvarandi dygdir. Pep Guardiola hevur staðfest, at tað bert var møguligt, tí at nakrir av leikarunum, ið kortini ikki vóru slopnir framat, vórðu seldir, og at City fekk næstan 100 milliónir krónur, tá Manchester United keypti Jadon Sancho úr Borussia Dortmund. Nú er so spurningurin, um meistaraliðið trý út av teimum seinastu fýra árunum styrkir annað enn miðvøllin. Soleiðis verður helst, tó at tað er ivasamt, um Tottenham vil sámráðast um Harry Kane. Hetta var Pep Guardiola inni á á tíðindafundinum, sum var í gjár, í samband við Community Shield-finaluna:-Ógvuliga nógv feløg vilja helst hava fatur á honum, tað er ikki bert Manchester City, men tað fer ikki at bera til, uttan so at Tottenham við samráðast. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 41 Leygardagur 14. august 2021 Fyrrverandi Manchester City-leikarin Kelechi Iheanacho skoraði avgerandi málið fyri steypavinnararnar móti meistarunum, við brotssparki heilt seint í dystinum-hetta var aðru ferð, at Leicester vann skjøldurin. Grealish spældi sín fyrsta dyst fyri City Kasper Schmeichel lyftir skjøldurin-nú hevur hann trý heiti við Leicester, og Brendan Rodgers hevur vunnið tvey sløg av silvuri seinastu mánaðirnar SkrivaÐ: Agnar Prestá Almenna startskotið til kappingarárið í Onglandi varð latið av á Wembley farna leygardag. Meistararnir spældu við fleri ungum leikarum, tí nógvir av teimum førstu leikarum manglaðu-millum annað Kevin De Bruyne, John Stones og Raheem Sterling- og í fyrra hálvleiki vóru steypavinnararnir meira vandamiklir. Tað kom tó einki mál fyrrenn í 89. minutti. Nathan Aké varð lagdur undir trýst, niðurlendski miðverjin fekk ikki tamarhald á bóltinum, og endaði ístaðin við at takkla Kelechi Iheanacho stutt inni í brotsteignum. Áleyparin, ið áður hevur spælt við Manchester City, og sum hevði eitt gott kappingarár í fjør, kom inn tíggju minuttir frammanundan, og hann fekk í støðuni lagt eitt gott trýst. Nigerianski áleyparin skeyt sjálvur brotssparkið, og vælleikandi Zack Steffen var júst ov stuttir. Málið gjørdi, at teir mongu og larmandi Leicester-áskoðarnir hoydust betri, og tað gjørdu teir eisini eftir seinasta bríksl. Leicester vann FA Cup í mai, og tað var bert triðju ferð, at liðið vann enska meistaraheitið ella stóru steypakappingina. Harvið var tað triðju ferð, at Leicester spældi um skjøldurin. Tað eydnaðist ikki at vinna í 2016, eftir ævintýrið kappingarárið frammanundan, men tað gjørdu teir í 1971, tá Leicester eisini vann FA Cup. Harvið var hetta aðru ferð í søgu felagsins, at Leciester vann enska stórsteypadystin og næsta steypið/skjøldurin undir Brendan Rodgers. Jack Grealish kom á vøllin í 65. minutti. Dýrasti leikarin í Bretlandi nakrantíð kom til felagið í vikuni, og hann var lívligur í løtum. Í ár skal hann royna at spæla ein umráðandi leiklut í verjuni hjá City av meistaraheitinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021 Leggja nýtt graslíki í Norðragøtu Fyrsti vøllurin við korkfyllu Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Birgir Andreasen, stjóri í Ide Møblum (Mynd: Eysturkommuna) SkrivaÐ: Sverri Egholm Níggju ára gamli vøllurin í Sarpugerði í Norðragøtu verður skiftur út. Tað gamla graslíkið er fingið av, og hósmorgunin byrjaði arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á Sarpugerði. Tað er Ide Møblar, sum er veitari av vøllinum. Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vallir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan. Arbeiðið at leggja vøllin á, tykist ganga væl og væntast verður at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku, sigur Eysturkommuna. Samlaði kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021 |
Framvegis málið at farnetið skal vera í heimsflokki SíÐa 4 Teir koyra á SíÐa 7 Stór verkætlan í Hovi á hópfígging SíÐa 11 640 flóttafólk í sama flogfari SíÐa 41 KÍ á meistarakós SíÐa 47 U19-menninir hálaðu seg fram um aftur og vunnu 31-28 SíÐa 44 Føroyingar við í Ex on the Beach SíÐa 59 1 Leygardagur 21. august 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Fyri floksins besta–ikki fólksins Tað var eitt djarvt og óivað neyðugt tiltak, tá Sambandsflokkurin í vikuni valdi at skifta út á í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Djarvt, tí tað kom óvart á, at hesin flokkur“ offrar” ein av sínum trúføstu vápnasveinum á taktiska pallinum. Hetta er–okkum kunnugt–ikki hent fyrr. Tí ongin ivi er um, at Helgi Abrahamsen er kroystur frá, um ikki av løgmanni sjálvum, so av tingbólkinum. Har er komið ov lítið burturúr, og sambandspolitikkurin hevur kanska ikki verið til at fáa eyga á. Tá óvæntaðu boðini bórust, ljóðaði tað so væl, at avgerðin var væl umhugsað, og at hon var gjørd í fullari semju. Men í sama andadrátti, segði fráfarandi landsstýrismaðurin eisini, at hann vildi ynskt, at hann kundi verið sitandi fyri at fáa málini, sum“ eru á gáttini at verða avgreidd”, førd í mál. Tá hevur hann jú sagt, at han varð koyrdur ella noyddur frá. Grundgevingin var, at tað var“ fyri floksins besta”, tí bygnaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur saknað arbeiðið, sum Helgi Abrahamsen hevur gjørt í flokkinum, so at siga, líka síðan hann var aktivur í ungdómsfelagnum. Harvið vórðu boð eisini send til veljararnar um, at flokkurin er farin at brynja seg til løgtingsvalið, sum er um tvey ár, í mesta lagið. Og er helst neyðugt, tí veljarakanningarnar hjá hava ikki sæð serliga væl út síðan seinasta val. Bárður á Steig Nielsen hevur ikki–als ikki–megnað at gagnnytta støðuna sum løgmaður, og harvið tryggja flokki sínum undirtøku umvegis sonevndu løgmanseffektina, ið sýnist at vera galdandi hjá øllum øðrum flokkum, enn tá Sambandsflokkurin eigur løgmann. Tí er eyðvitað brúk fyri arbeiðinum, sum Helgi Abrahamsen kann gera sum meinigur tingmaður hetta til valið. Men tað kann vísa seg at gerast eitt taktiskt mistak, at løgmaður og landsstýrismenn í sínum grundgevingum einans ørkymlaðu seg um støðuna hjá flokkinum. Onki við at grundgeva hvat er best fyri landið ella fólkið, ið her býr. Og er tað ikki júst tað, ið er eyðkennið fyri sitandi samgongu? Tær mest umfatandi skipanirnar, ið verða broyttar, verða gjørdar til tess at betra um korini hjá vinnuni í nógv størri mun enn at seta fólkið og borgaran fremst. Kann ein samgonga varðveita valdið við tí politiska aðalmálinum? Í einum demokratii, har tað er fólkið, sum ræður í síðsta enda? Vit loyva okkum at ivast. Um eina viku hava vit eina nýggja veljarakanning, sum væntandi eisini fer at vísa tað í tølum. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 2170 Lisnar síður: 12494 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 21. august 2021 Sambandsflokkurin farin at brynja seg til komandi val Helgi Abrahamsen skal styrkja floksapparatið meðan Magnus Rasmussen fær til uppgávu at føra átrokandi uppgávur í Vinnumálaráðnum í mál Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Bæði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður, ásanna, at flokkur teirra við landsstýrisrokaduni hósdagin, nú av álvara er farin undir at fyrireika seg til komandi løgtingsval. Helgi Abrahamsen, sum fyrr hevur tikið sær av organisasjónini í Sambandsflokkurin, fær nú til uppgávu at aktivera marknaðarføra flokkin, aktivera lokalfeløgini og tingbólkin. Tí hann yvirtekur nú uppgávuna hjá nýggja landsstýrismanninum sum tingbólkaformaður. Í staðin hevur Bárður á Steig Nielsen útnevnt Magnus Rasmussen úr Lamba, festibónda og fyrrverandi borgarstjóra í Runavíkar kommunu í sessin sum landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum. Og mest átrokandi málini at fáa í gjøgnum, er málið viðvíkjandi gongd í haga og ætlanin at fáa størri gjøgnumskygni í Sev og ferð á grøna umskiftið. Tvey øki, sum Magnus Rasmussen hevur stórt innlit í, sum júst festibóndi og fyrrverandi borgarstjóri. Erhard í fíggjarnevndina Magnus Rasmussen hevur hesi seinastu tvey árini røkt týdningarmiklu uppgávuna sum formaður í løgtingsins fíggjarnevnd. Tað verður tingmaðurin úr Vági, Erhard Joensen, sum yvirtekur henda sessin. Sambandsflokkurin fer at gera eina umrokering í løgtingsnevndunum, upplýsti løgmaður á tíðindafundinum fyrrapartin. Erhard Joensen, sum hevur sitið í bæði mentanarnevndini og trivnaðarnevndini, tekur í staðin sess í fíggjarnevndini. Helgi Abrahamsen verður limur í mentanarnevndini meðan Edva Jacobsen fær sessin í trivnaðarnevndini. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 3 Leygardagur 21. august 2021 Sev skal ikki sleppa at bjóða upp á varandi orkuframleiðslu Stendur tað til landsstýrið verður Sev netfelag–systemoperatørur–í framtíðini, meðan privat feløg skulu tryggja skiftið til varandi orku (Savnsmynd) SkrivaÐ: Landsstýrið fer í næstum at leggja fram uppskot til broytingar í elveitingarlógini, sum greiðari staðfesta uppgávur og skyldur hjá pørtunum á elveitingarøkinum. Hetta verður gjørt fyri at stuðla undir orkupolitikkin hjá landinum, sum sigur at munandi meira ferð skal setast á framleiðsluna av grønari orku, og at elnetið hjá Sev í hesum sambandi verður skilt frá hinum virkisøkjunum í felagsskapinum. Tað skrivar Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður við orkumálum, í svari til fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Gitingar hava verið frammi um, at júst hetta svarið-ella handfaringin av Sev-málinum-sum er ein tungtvigandi orsøk, til at Helgi Abrahamsen dagin eftir at hetta svarið varð kunngjørt, legði frá sær sum landsstýrismaður. Helgi Abrahamsen ger í svarinum greitt, at tað ikki er ætlan landstýrisins, at kommunala lutafelagið Sev í framtíðini skal kunna bjóða upp á sokallað'kappingarútsett virksemi', eitt nú vindorka, sólorka og onnur varandi orka. Systemoperatørur og netfelag Ístaðin skal Sev vera‘ systemoperatørur’ og‘ netfelag’ har uppgávan er at reka elskipanina og at fremja neyðugar útbyggingar av netinum við tilhoyrandi systemeindum, sum eru neyðugar til tess at halda eina trygga elveiting, ið stuðlar undir málið um elveiting úr varandi orkukeldum. Helgi Abrahamsen vísir á, at Sev eigur og rekur allar størri og kritiskar systemeindir, undir hesum vatnorkuverkini, oljukraftverkini og komandi pumpuskipanina í Vestmanna. Hann leggur afturat, at hetta ikki forðar kommununum (eigarunum av Sev, -red.) framhaldandi at vera við í framleiðsluni av orku inn á el-netið. Hetta skal bara gera í einum øðrum felag. Ikki talan um einskiljing Landsstýrismaðurin vísir aftur, at landsstýrið hevur ætlanir um at einskilja Sev. -Tað liggur als ikki í kortunum, at Sev skal einskiljast. Hinvegin skal leikluturin sum systemoperatørur og netfelag gerast greiðari. Hetta er týdningarmikið stig í tilgongdini at skapa tíðarhóskandi karmar fyri stóru uppgávuna, sum SEV nú skal fara undir, t. e. at útbyggja net og skipanarberandi eindir og at fyrireika seg til kompleksu uppgávuna at stýra eina elskipan, sum í síni heild byggir á varandi, skrivar Helgi Abrahamsen í svarinum. Heldur lítið um ætlanirnar Sirið Stenberg heldur lítið um ætlanirnar hjá Helga Abrahamsen at“ petta Sev sundur”, sum hon tekur til. Í viðmerking sigur hon. -Tað er púra óskiljandi at landsstýrið heldur fast í at petta SEV sundur. Og enn meira óskiljandi um kommunurnar góðtaka hetta, og fara undir at stovna nýggj feløg. Og hvussu kann man siga, at tað ikki kemur at hava týdning fyri brúkaran? Tá ið privat feløg skulu inn at kappast við felagið, sum vit øll eiga, so skulu teir hava vinning. Og tað er bert brúkarin til at gjalda tað. -Samanumtikið liggur i svarinum, at privat skulu hava vinning og SEV skal sita eftir við útreiðslupartinum. Nú er bert eftir at seta álitið á kommunurnar. Ætlanin hjá landsstýrinum er greið, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 Framvegis málið at farnetið skal vera í heimsflokki Føroya Tele gjørdi hósdagin avtalu um 5G net við svensku telefyritøkuna Ericsson–prísurin verður hildin loyniligur SkrivaÐ: Tá Jan Ziskasen fyri gott fimm árum síðani kom til Føroya úr USA at verða stjóri fyri Føroya Tele legði hann bragdliga út við at kunngera, at ætlan hansara var at geva føroyingum eitt farnet í heimsklassa. Hetta hendi í teimum døgum, tá 4G–fjórða ættarliðið av fartelefoni–var tað besta av tí besta. Men lyfti hansara var eisini, at Føroya Tele støðugt vildi stremba seg í at gerast betri, ja, millum heimsins bestu, og 5G hevur alla tíðina hómast úti í sjónarringinum, og spurningurin var bara nær tað fór at koma til okkara eisini. Men so kom politikkur í. Heimsumfatandi trygdarpolitikkur, tí kinesiski teleframleiðarin Huawei, ið hevði veitt okkum 4G tøknina, varð ikki longur hildin at vera nóg tryggur. Vissa kundi ikki fáast fyri, at kommunistiska stýrið í Kina ikki brúkti kinesisku telatøknina sum amboð í njósning og aðrari óynsktari uppíblandan. 5G-ætlanin í Føroyum fekk eitt bakkast, og kreppa kom í stóra almenna telepartafelagið, tá Jan Ziskasen segði seg úr starvi, tí stjórin og politiskt valda stýri fyri fyritøkuna ikki funnu stevið. Bjarni Arnason Vilja vera á ovastu rók Men partarnir funnu kortini saman aftur, og hósdagin kundi Jan Ziskason so, saman við Bjarna Arnason nevndarformanni, á tíðindafundi boða frá, at avtala um 5G nú er gjørd við risastóra svenska televeitaran Ericsson, og at farið verður undir at skifta farnetið út beinanvegin. Tað varð tosað við stórum orðum á tíðindafundinum seinnapartin í dag. Føroya Tele vil framvegis teljast millum telefyritøkurnar á ovastu rók, segði nevndarformaðurin, og umskrivaði slagorðið, sum Føroya Tele hevur brúkt í lýsingaherferð saman við føroyska OL-rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen. Nú eitur tað: Ein fyritøka, ein dreymur, eitt mál. Nýggja málið er at samtríðartryggja farnetið, segði Bjarni Arnason. Alt verður øðrvísi Og Jan Ziskasen gjørdist eisini høgtflúgvandi, tá hann endaði sína framløgu um hvussu stórar broytingarnar í føroyska teletøknini verður:“ Tað einasta, sum verður øðrvísi, er alt!” , segði hann. 5G-tøknin ger ikki bara tað heila nógv skjótari og meira álítandi. Við 5G skulu vit venja okkum við at kunna brúka farnetið á so nógvum øðrum økjum, enn bara at skaffa fartelefonini/lummatelduni netsamband. Nú tosa vit nógv meira um fjarstýring á nógv fleiri økjum, bæði privat og vinnuliga... sjálvkoyrandi bilar, til dømis. Møguleikarnir tykjast endaleysir í dag, tí talan verður um møguleikar, sum vit als ikki kenna ella kunnu ímynda okkum í dag, verður víst á. Týdning fyri samfelagið-Hetta er ein søgulig byrjan, og eg eri ikki í iva í, at henda íløgan, sum Føroya Tele ger í dag, fer at fáa stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, segði Niclas Backlund, sum er stjóri fyri Ericsson í Danmark og Føroyum. -Heimurin fer at tosa um væl útbygda føroyska samskiftiskervið, eins og hann í dag tosar um føroyska vegakervið. Hetta er nakað, ið verður lagt merki til, segði hann. Kostnaðurin er loyniligur Tá spurningurin kom inn á kostnaðin av avtaluni, sum Føroya Tele og Ericsson hava gjørt, gjørdist stjórarnir meira kúrrir. -Avtalan við Ericsson er gjørd út frá einum handilsligum grundarlagi. Tá tað í 2019 gjørdist greitt fyri okkum, at vit skuldu skifta alt farnetið út, bóðu vit Ericsson, finska Nokia og kinesiska Huawei koma við loysnum til okkara. Og vit valdu Ericsson, tí vit mettu teirra loysn vera ta bestu fyri okkum, segði Jan Ziskasen og legði afturat. -Hartil var tilboðið so gott, at vit kundu ikki siga nei til tað. Men hann vildi ikki siga nakað um, hvat prísurin fyri 5G loysnina hjá Ericsson er. -Talan er um eina avtalu millum tveir vinnuligar partar, og vit velja at halda tølini fyri okkum sjálvi, segði telestjórin. Farið verður beinanvegin undir at fyrireika skiftið til 5G netið, sum kemur at dekka allar Føroyar. Roknað verður við, at stóra og umfatandi útskiftingin av útgerðini verður liðug og klár at taka í nýtslu einaferð móti endanum av 2022, kanska í byrjanini av 2023, upplýsti Jan Ziskasen. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. Ericsson verður 5G-veitari hjá Føroya Tele Føroya Tele hevur gjørt sáttmála við altjóða fyritøkuna Ericsson um at veita 5G-tøkni til farnetið hjá føroyska televeitaranum. Nýggja farnetið hevur nógv størri kapasitet, enn hægri ferð og góðsku Tíðindini vórðu kunngjørd á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá Føroya Tele seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Føroya Tele hevur skrivað undir avtalu við svensku, altjóða fyritøkuna, Ericsson, um 5G-tøkni til farnetið hjá Føroya Tele. Tað hendir eftir, at stjórn og nevnd í samtakinum hava tikið endaliga avgerð um nýtt farnet við 5G-tøkni, sum fer at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri góðsku um alt landið. –Vit hava mett um veitarar og um, hvat skilabest er at gera hjá Føroya Tele reint handilsliga, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður. Hann vísir í hesum sambandi á, at Føroya Tele hevur mett um tøkniligu førleikarnar og avriksstigini hjá trimum veitarum til farnetið. Talan var um Ericsson, Nokia og Huawei. Harumframt hava stjórn og nevnd mett um handilsligar fyrimunir og vansar við samstarvi um farnetið. –Ericsson stóð seg sum heild best, tá vit mettu um førleikar og avriksstig. Tá vit mettu um handilsligar fyrimunir og vansar, so er tað eisini handilsliga skilagott fyri Føroya Tele at framtíðartryggja alt farnetið saman við Ericsson, ið vit áður hava samstarvað við í fleiri umførum. Samstarvið við Ericsson hesaferð verður uttan iva gagnligt, bæði tá talan er um heimamarknaðin og virksemið uttanlands, t. d. í frálandavinnuni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, sigur Bjarni Arnason. Avtalan við Ericsson hevur við sær, at ferð verður sett á 5G-útbyggingarnar, sum verða við til at lyfta Føroyar upp á ovastu rók, tá talan er um farnet. –5G er ein sera týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum, har alsamt fleiri tól og funktiónir verða knýtt at internetinum, og tí skulu vit nú sum skjótast víðari við hesi verkætlanini, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri. 5G-verkætlanin fer í gongd beinanvegin og verður væntandi liðug í 2023. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 7 Leygardagur 21. august 2021 Teir koyra á Enn koyra teir á, og ætla at ganga 19 túrar niðan á Slættaratind út í eitt. Vit vóru við, tá teir vóru uppi sættu ferð (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Everesting er tað, sum Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen í løtuni er í holt við á Slættaratindi. Teir ætla at ganga 19 ferðir upp á Føroya hægsta fjall, og tað svarar til hæddina á Mount Everest, 8.848 metrar. Vit kláraðu ikki at fylgja við høgu ferðini hjá teimum báðum, tá vit vóru við seinnapartin í gjár, men hittu teir á toppinum, tá teir komu upp fyri sættu ferð. Tað eru eisini onnur sum fylgja við, og tað er gleðiligt at síggja, sigur Jákup Petur Eliasen. Á toppinum var tjúkt í mjørka seint seinnapartin, men tað klárnaði spakuliga í. Á vegnum niðan og oman møttu vit nógvum fólki, og summi teirra fingu vit eisini mynd av. Uppi á Slættaratindi fyri sættu ferð um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið Í millum túrarnar verður etið. Ein lítil steðgur, og so verður farið í gongd aftur Fleiri fólk gingu niðan við Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021 8 Hesi fáa makrel til vinnuligar royndir Tey 1.900 tonsini eru býtt í átta partar millum 150 og 350 tons (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Fyrr í vikuni varð kunngjørt hvørji feløg og fyritøkur høvdu fingið tillutað tey 1.900 tonsini av makreli, sum í ár eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Í samráð við Havstovuna gjørdi Fiskimálaráðið av at býta kvotuna millum átta av teimum 11 umsóknunum, sum komu inn. “ Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er roynt at leggja serligan dent á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni”, sigur Fiskimálaráðið. Portalurin hevur nú fingið innlit í hvør hevur fingið kvoturnar: Flakaskering og glasering P/f Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 350 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini. Framleiðslan á virkinum er flakaskering og glasering av fløkunum í saltlaka, sum siðan verða singulfryst. Framleiðslan verður í stóran mun seld til til roykaríir í EU, sum ynskja hesa vøruna, tí hon kann roykjast beinleiðis við lítlari handfaring. Singulfrystur og skildur P/f Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgarin og virkið hjá P. P. Faroe Pelagic, tillutað 350 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa makrelin til virki í Kollafirði, har makrelurin verður støddarskildur. Við tangabili verður vøran flutt til Kósina. Á Kósini verður makelurin kruvdur, singulfrystur og skildur í neyvar støddir, eftir ynski frá keyparum. Pakkað verður í 3-5 kg eskjur. Menna burtur úr fráskurði P/f Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av makreli. Gagnnýta makrel, sum annars fer til mjøl P/f TG Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan og Arctic Voyager, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan sum byggir á at framleiða heysaðan, rundfrystan makrel og makrelfløk og pakka hesi í smærri eindir. Hartil er ætlanin at fara undir at gagnnýta makrel, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna. P/f Delta Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan, Arctic Voyager, Tummas T og Gøtunes tillutað 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan, sum byggir á at framleiða einkultfrystan rundan makrel og einkultfryst fløk og vakkuumpakka ávísar støddir. Hartil er ætlanin at fara undir at menna framleiðslu úr makreli, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna. Agnmakrel til føroyskar og útlendskarar keyparar Sp/f Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna tann makrelin til agnmakrel, sum annars vegna brot ella stødd, verður skildur frá og nýttur til mjøl. Betri gagnnýtsla av trolinum P/f Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, P/f Vónina og P/f Varðan Pelagic, tillutað 150 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at tillaga bæði bellin og fornetið í einum troli, soleiðis at bellurin verður størri, fornetið í somu stødd, men trolið verður lættari at toga við tað at tráðurin sum nýttur verður er klænri. Endamálið er at menna eitt trol, sum fiskar eins væl, er lættari at toga og sum tekur minni pláss. P/f Kinnfelli fær, í samstarvi við P/f Vónina, tillutað 150 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel. Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar makrel. Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so makrelurin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis, at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 9 Hesi fáa norðhavssild til vinnuligar royndir 3.700 tons vórðu býtt í 10 partar-Tavan í Leirvík og Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar Kryddsild í bitum, framleidd í Leirvík (Savnsmynd: Tavan) SkrivaÐ: Tá umsóknarfreistin at søkja um at fáa lut í sildakvotunum til vinnuligar royndir var úti, fekk Fiskimálaráðið 15 umsóknir um tilsamans 14.250 tons. Men í kunngerðini um fiskiskap eftir sild eru bert avsett 3.700 tons av sild til hesar royndir. Fiskimálaráðið avgjørdi tí, í samráð við Havstovuna, at lata 10 umsøkjarum kvotur. Pf. Tavan í Leirvík og Pf. Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar ávikavist 700 og 500 tons. Men tilsamans fekk Varðin Pelagic tó mest, tí virkið á Tvøroyri fekk tilluta kvotur til tvær ymsar verkætlanir, tilsamans 750 tons. Hesi fingu tillutað kvotur til vinnuligar royndir: Skorin í bitar til Svøríkis Pf. Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 700 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini. Framleiðslan á virkinum er flakaskering og skrædlaði fløk. Meginparturin av framleiðsluni verður skorin í bitar. Bæði fløk og bitar hava higartil verið framleidd til kryddbitar, bitar og saltfløk, síðan 2019 er eisini farið undir at marinera. Í 2021 er ætlanin at økja um framleiðsluna av marineraðum. Framleiðslan verður í stóran mun seld til Svøríkis, men ætlanin er eisini at koma á aðrar marknaðir. Til evropeiska og russiska marknaðin Pf. Vestmanna Seafood fær, saman við skipunum Arctic Voyager, Fram og Katrin Jóhannu, tillutað 500 tons. Verkætlanin byggir á at handfara sildina best gjørligt umborð og landa smærri og passaligar nøgdir til virkið í Vestmanna. Endamálið við verkætlanini er víðari at skera sildina til flak á virkinum. Fløkini verða støddarskild og fryst bæði í blokk, í smápakkar og sum IQF vøra til catering. Sildin skal seljast á europeiska og russiska marknaðinum og vantandi til betri prís og betri vinning hjá virkinum. Í krukkur og tunnur Varðin Pelagic fær, í samstarvi við skipini í samtakinum, tillutaði 400 tons. Endamálið við verkætlanini er at seta sjóneykuna á møguleikarnar at fáa meir burtur úr føroysku sildini. Ætlanin byggir á at menna serframleiðslur av marineraðari sild, sum skulu seljast á europeisku marknaðunum. Miðað verður eftir bæði at framleiða marineraða sild í krukku og búnaða sild í tunnur, sum verða seldar til keyparar uttanlands til at virka víðari. Gagnnýta fráskurðin Pf. Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 350 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan, sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av sild. Koyrast við bilum úr Kollafirði til Klaksvíkar Pf. Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgaran og virkið hjá P. P. Faroe Pelagic, tillutað 300 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa sildina til virki í Kollafirði, har sildin verður skorin til flak, við og uttan skræðu. Við tangabili, verður vøran flutt til Kósina. Við støði í royndum frá fyrr, verður sildin framleidd sum glaserað fløk ella bitar, sum verða singulfrystir ella frystir í blokk. Vøran verður seld samstarvspartnara í Hollandi til víðari virking har. Menna eitt minni trol Pf. Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, Pf. Vónina og Pf. Varðan Pelagic, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at menna eitt minni trol soleiðis at tað við einum minni troli, ber til at fiska eins væl ella betur enn við einum størri troli. Verkætlanin miðar í móti at nýta eitt nýtt skap í bellinum og gera bellin størri og úr øðrvísi tilfari. Soleiðis skal ein fáa ein størri bell, men sum er eins lættur ella lættari at toga og sum harvið er betur egnaður til skip við minni motororku. Vakumpassa bestu sildina í laka Pf. Jupiter fær, saman við Pf. Pelagos, tillutaði 250 tons. Ætlanin er at fiska sildina til hesa framleiðsluna síðst á hvørjum túri, fyri at hava best møguliga góðsku. Ætlanin byggir víðari á at skera sildina til sildaflaps og sildafløk støddarskilja hesi í neyvar støddir, sum síðan verða vakuumpakkaði í laka. Ætlanin er at selja framleiðsluna á ES marknaðinum. Betri gjøgnumstreyming í posanum Pf. Jókin fær, í samstarvi við Pf. Pelagos og Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Ætlanin fevnir um at royna tveir ymiskar posar, tann vanliga og so ein sergjørdan, sum er gjørdur soleiðis at mótstøðan gerst minni. Mett veður at betri gjøgnumstreyming í posanum, umframt at vera lættari at toga, eisini gevur betri góðsku á sildini. Ætlanin er samstundis at fáa ein posa, sum kann nýtast alt árið. Sildin skal á virkinum hjá Pelagos skerast til skinnless og butterfly fløk og vakuumpakkast í saltlaka. Størri og meira orkusparandi trol Pf. Kinnfelli fær, í samstarvi við Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel. Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar sild. Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so sildin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing. Breitlar, sum reka fiskin í trolið Pf. Driftin fær, saman við Mtr Gøtunes, tillutaði 250 tons. Endamálið við verkætlanini er at nýta breidlar, við serligum frinsum/flabbum á. Endamálið er at menna eitt trol sum fiskar betur við tað at breidlarnir“ reka” fiskin í trolið. Agnsild Spf. Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin, sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna ta sildina til agnsild, sum annars vegna brot ella stødd, verður skild frá og nýtt til mjøl. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 Heitari sjógvur gevur meira laksalús-Hetta er stór avbjóðing fyri norska alivinnu, sum harvið ikki kann framleiða burðardygt SkrivaÐ: Veðurlagsbroytingarnar við meira óstøðugum veðurlagi og–serliga–eini upphiting av jarðarknøttinum á 1,5 hitastig innan 20 ár, kann fáa sera stóra ávirkan á alivinnuna. Tað verður nú staðfest av norskum havserfrøðingum, sum hava hugt nærri í veðurlagsfrágreiðingina hjá ST, sum kom í farnu viku. Norska Havforskningsinstituttet hevur gjørt egnar útrokningar fyri, hvørja ávirkan hetta fær á mongdina av laksalús. Lúsamongdin kann tvífaldast Útrokningarnar vísa, at um hitalagið í sjónum økist, til dømis úr 9 til 11 stig, verður mongdin av laksalús tvífaldað. -Tá sjógvurin ornar, fer laksalúsin at trívast betri. Og tað merkir, at tað gerst nógv truplari hjá alivinnuni at kunna rekast burðardygt, sigur Anna Dagrun Sandvik, havfrøðingur, við NRK í dag. Longu nú stendur illa til á Vestlandet. Í summar varð metnógv laksalús staðfest í økinum. Sandvik greiðir frá, at burðardygg alivinna er tengd av, at laksalús ikki smittast í ov stóran mun frá alifiski til villan fisk. -Trupulleikin við laksalús er, at hon er ein parasittur, snultari. Um tær eru ov nógvar í tali, gerast tær ein heilsutrupulleiki fyri fiskin, sum í ringasta føri kann doyggja. Um sjógvurin ornar, so førir tað til, at laksalúsin verður at finna í norsku firðunum longu í mai mánaði, tá laksurin kemur oman úr áunum út á sjógv og smittar villlaksin tá. Harvið ber ikki til at reka alivinnuan burðardygt, vísir havfrøðingurin á. Norska stjórnin legði annars í summar fram eina ætlan um at fimmfalda framleiðsluna av alilaksi–innan fyri burðardyggar rammur. Avbjóðing fyri vinnu og granskarar Anna Dagrun Sandvik sigur við NRK, at hon enn trýr upp á, at tað ber til at fáa ein burðardyggan vøkstur í alivinnuna, men tað má gerast í tøttum samstarvi millum vinnuna, fyrisitingina og granskingina. Odd Emil Ingebrigtsen, norski fiskimálaráðharrin sigur við NRK, at tað er av stórum týdningi fyri vinnuna, at tamarhald fæst á lúsatrupulleikanum, um vøksturin skal gerast burðardyggur. -Longu nú hava vit upplivað, at vit máttu niðurleggja alibrúk, tí tey ikki megnaðu at halda seg til krøvini til laksalús. Hetta vísir bara hvussu stór avbjóðingin er, staðfestir fiskimálaráðharrin. Áhugafelagsskapurin hjá alivinnuni, Sjømat Noreg, letur seg ikki ræða av nýggju útrokningunum hjá Havforskningsinstituttet. -Vit vita frá fyrr av, at um sjógvurin gerst ov heitur, so styttist livitíðin hjá lýsnum, og tær doyggja lættari, sigur Øyvind André Haram, sum er samskiftisstjóri hjá Sjømat Noreg. Hann óttast ikki fyri framtíðini hjá vinnuni, men vísir eisini á týdningin av at samstarva við granskarar fyri at fáa bilbugt við lúsaavbjóðingini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 11 Leygardagur 21. august 2021 Stór verkætlan í Hovi á hópfígging Ætla at smíða stórt víkingaskip og tilhoyrandi stásiligt neyst SkrivaÐ: Ætlanirnar um at gera Hovs bygd til víkingahøvuðsborg Føroya, eins og hon kanska einaferð hevur verið, nærkast. Eftir at Felagið Víkingaskipið fyrr í summar fekk 300.000 krónur í stuðli frá Betri stuðulsgrunnunum, er felagið nú eisini farið á Hópfígging at savna inn pengar til stórbæru og framsøknu ætlanina at lata eitt 24 metra langt og 5 metra breitt víkingaskip smíða. Fyrimyndin er kenda norska Gokstadskipið. Eisini skal byggjast eitt stásiligt neyst við fiskastykkið í Hovi. Tríggjar neystagrundir eru longu fingnar til vega, og klárt er at fara undir arbeiðið. Víkingaskipið skal smíðast í Hovi, og tað verður bátasmiðurin Guðmundur Sjúrðarson Norðbú, sum seinast stóð fyri høvuðsumvælingini av Norðlýsinum, sum skal standa fyri arbeiðinum. Tilfarið verður alt høgt við øks, og ætlanin er eisini at byggja eina smiðju á staðnum, har naglarnir til skipið verða gjørdir á gamlan hátt. “ Skipið verður bygd av føroyingum, í Føroyum, til føroyingar, á sama hátt sum fyri 1000 árum síðani”, verður millum annað skrivað í lýsingini av verkætlanini. Eisini skal eitt stásiligt neyst byggjast við víkingalanghúsinum sum fyrimynd. Albert Isfeldt, arkitektur, hevur gjørt tekningar, sum síggjast á heimasíðuni hjá Hópfígging. Bæði neyst og gildisskáli Sambært tekningunum kann neystið brúkast til nógv meira enn skjól hjá víkingaskipinum. Tí við at hiva skipið upp undir tróðrið, verður neystið ein stórur salur, sum kann brúkast til alskyns mentanarlig høvi. Møguleiki er at hava opnan eldstað á miðjum gólvi, eins og í langhúsunum hjá víkingunum, og húsið skal eisini brúkast sum gildisskáli, til fyrilestar og annars til tey endamál, sum eitt vanligt bygdarhús hevur. Formaður í felagnum Víkingaskipið er Finnbjørn Hovsgarð, og yvirhøvur er tað hann, sum eigur hugskotið, bæði til víkingaskipið, men eisini at menna Hov til ein miðdepul fyri at varðveita víkingasøguna í Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 Fólkatalið veksur støðugt 1. juli vóru vit 53.399 fólk í Føroyum Seks fólk eru flutt til Hovs hetta seinasta árið-harvið er størsti lutfalsligi fólkavøksturin í Hovs kommunu (Mynd: Google) SkrivaÐ: 1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið eru sostatt somin 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5 prosent. Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á 453. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi. Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúvoyar og Fámjins kommunur. Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum. Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 Beinta Løwe verður forkvinna í mentanarnevndini Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørdu avtalu í byrjanini av valskeiðnum, sum eisini inniber, at Javnaðarflokkurin skjótt fær formanssessin í vinnunevndini Beinta Løwe úr Tjóðveldi skal nú standa á odda fyri Mentanarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í tveimum av nevndum Løgtingsins verður formansskifti skjótt. Bæði í mentanarnevndini hjá løgtinginum og í vinnunenvdini er avtala galdandi millum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi um, at hvør flokkur hevur sessin helvtina av valskeiðnum. Í mentanarnevndini merkir hetta, at Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, ið hevur verið formaður síðani á heysti 2019, skjótt fer at lata sessin til Beintu Løwe úr Tjóðveldi, sum fer at hava leiktlutin sum forkvinna restina av valskeiðnum. Í vinnunevndini hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini avtalu um at býta formanssessin millum sín. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er í løtuni forkvinna. Bjarni Hammer ella Henrik Old taka við, tá valskeiðið er komið í helvt, skrivar kvf. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 14 Leygardagur 21. august 2021 Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið styrkja samstarvið Ein rammuavtala millum partarnar skal tryggja samstarv um sáttmálar og eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran (Mynd: fmr. fo) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt rammuavtalu, har staðfest verður, at partarnir í mest møguligan mun samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Rammuavtalan, sum varð undirskrivað í gjár, leggur upp til leypandi kunning og samstarv um lønarsamráðingar. Avtalan inniber, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til. Har annar parturin bert hevur fá starvsfólk innan økið, ger størri parturin sáttmála, og hin parturin tekur undir við honum. Hittast regluliga Partarnir eru samdir um at samráðast saman um fyrsta sáttmálan fyri eitt nýtt sáttmálaskeið. Á tann hátt áseta partarnir í felag fíggjarligu karmarnar fyri skeiðið. Landsstýrismaðurin og nevndin í KAF fara at hava hálvárligar fundir. Eisini fara partarnir regluliga at hava status/evaluering av samráðingunum og at sparra um faklig mál. Tá nýggjar semjur og sáttmálar hava beinleiðis ávirkan á sáttmálaøkið, fara partarnir at umrøða støðuna saman, áðrenn semja ella sáttmáli verður undirskrivaður. Javnari arbeiðstreytir Fyrimunirnir við rammuavtaluni eru, at partarnir tryggja eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran. Ein annar ágóði er, at sáttmálaásetingar og arbeiðstreytir eru so eins sum til ber. Hetta soleiðis, at ein alment settur innan eitt ávíst sáttmálaøki og ein kommunalt settur innan sama øki hava eins treytir, og at frávik bert eru í serligum førum, har hetta er neyðugt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 15 Leygardagur 21. august 2021 Yvir 40.000 ferðafólk í seinasta mánaða Tað eru 27 prosent fleiri enn í juli 2020, men framvegis væl færri enn í 2019 Mynd: Jens Kr. Vang SkrivaÐ: Agnar Prestá Meira ferð er komið á flogferðsluna aftur, og tað sæst í tølunum hjá Vága Floghavn fyri juli. Ferðafólkatalið var 40.858, ið er 27 prosent fleiri enn í juli í fjør, men talan er um beint yvir ein triðing færri enn í juli 2019. Hetta skrivar Kringvarpið, ið leggur afturat, at ferðafólkatalið fyri 2021 ikki er komið uppá sama tal, sum tað var fyri alt 2020, ið jú var sera ávirkað av koronu. 459 fráferðir og komur vóru á flogvøllinum í Vágum í juli. Hetta eru 13,6 prosent fleiri í juli í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 16 Tóku ímóti Vón í Sundalagnum Nýggja Rescue Vón kom til Eiðis mánadagin (Mynd: Esmar Klakstein) SkrivaÐ: Tað var ein vøkur sjón, tá nýggja farið hjá Eiðis Bjargingarfelag seinnapartin mánadagin kom stimandi norður gjøgnum Sundini. Fleiri bátar, eisini bjargingarbátar, vóru og tóku ímóti. Stásiliga nýggja Rescue Vón er bygd í Cork í Suðurírlandi. Á myndunum, sum Esmar Klakkstein hevur tikið, sæst gamla Vón sigla við síðurnar av nýggju Vón. Og her er týðuligt at síggja munin á bátunum í stødd. Ein trupulleiki hjá Eiðis Bjargingarfelag hevur verið, at gamla Vón ikki var egnað at fara út um flógvan í øllum veðri. Tað er nýggja og stásiliga Vón, og harvið kann eisini staðfestast, at tað nú verður eitt vet tryggari hjá bátum at vera á Norðhavinum og Sundunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 17 Leygardagur 21. august 2021–Mugu fáa betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi Avbjóðingin at finna starvsfólk ger tað trupult at hugsa um menning og vøkstur, sigur stjórin í Smyril Line Avbjóðingin at finna starvsfólk ger tað trupult at hugsa um menning og vøkstur. Skulu vit vera kappingarfør, má atgongdin til arbeiðsmegi uttan fyri ES betrast, og arbeiðsloyvini avgreiðast skjótari. Í hesum tíðum er tað ikki bert kappingarføri í breiðum týdningi sum sipað verður til. Støðan er nú, at tað snøgt sagt mangla hendur til øll størvini sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. Smyril Line er ein av nógvum føroyskum fyritøkum, sum hevur avbjóðingar við at finna starvsfólk. Virksemið er nógv broytt seinastu árini, har felagið m. a. er farið undir nýggjar rutur, Norrøna er útbygd, og eftirspurningurin frá kundum er øktur. Ein týðandi fortreyt fyri vøkstri er, at felagið hevur nóg mikið av skikkaðum starvsfólki, men tað er ongin løtt uppgáva í hesum døgum. -Kappingarneytarnir hava betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi uttanfyri ES. Stóri trupulleikin er, at arbeiðsmegin ikki er til staðar. Loysnin er, at vit fáa betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, sigur Jens Meinhard Rasmussen sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað má gerast lættari at fáa fatur á arbeiðsmegi uttan fyri ES. Til dømis hava Filipsoyggjarnar nógv dugnalig sjófólk og starvsfólk innan hotel- og matstovuvirksemi. Hjá føroyskum feløgum er tó trupult at fáa fatur á filipinum, tí okkara lóggáva er ov stirvin og bíðitíðin alt ov long. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 18 Leygardagur 21. august 2021 Vænta gott úrslit frá Bakkafrosti Norska blaðið Intrafish skrivar, at greinarar vænta, at rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost verður 435 milliónir danskar krónur SkrivaÐ: Hetta er tíðin, tá roknskapirnir fyri annan ársfjórðing hjá vinnufyritøkum verða kunngjørdir. Millum hesar er Bakkafrost. Bakkafrost leggur fram rokniskapin fyri annan ársfjórðing týsdagin 24. august. Sjálvt um roknskapurin enn ikki er almannakunngjørdur, so meta greinarar framanundan, hvat teir vænta úrslitið verður. Regin Jacobsen, stjóri og Rúni M. Hansen, nevndarformaður Norska blaðið Intrafish skrivar, at greinarar vænta, at rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost verður 435 milliónir danskar krónur. Hetta er væl betri enn síðsta ár, tá rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing var 182 millíónir krónur. Greinararnir vænta eisini, at rakstrarúrslitið fyri alt árið 2021 verður slakar 1,5 milliardir krónur. Fyri 2020 var tað 621 mió. kr. So hetta er meira enn ein tvífaldan av úrslitinum frá í fjør, ið greinarar koma fram til. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021 19 Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum, sigur Havstovan SkrivaÐ: Tíðindaskriv Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum. Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti. Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári. Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum. Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 Fjarskiftisøkið er á føroyskum hondum Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum, men kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini, sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum. Kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini. Tað sigur løgmaður millum annað í svari til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Talgilding og tøknilig frambrot av ymiskum slag broyta gerandisdagin hjá øllum og krevja dagførdar lógarkarmar, ið tryggja fólk móti ótilætlaðum hendingum ella brúki av upplýsingum. Eins og onnur lond, hevur Danmark í hesum sambandi fingið nýggja lóg um veitaratrygd á fjarskiftisøkinum. Danski forsætisráðharrin hevur sett fram ynski um, at líknandi lóggáva kemur í gildi í Føroyum. Hesum tekur løgmaður undir við. –Fyri at taka saman um, so eru vit í eini samráðingartilgongd, men tað skal eingin ivi vera um, at tað eru vit í Føroyum, sum hava síðsta orðið, tá ið tað kemur til innihaldið í lógini og sjálvan lógartekstin, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 21 Leygardagur 21. august 2021’ Øll hava rætt til góð barnaár’ broytir navn til’ Títt Rúm’ Eisini verður tilboðið nú víðkað til at vera upp í 35 ára aldur–talan er um ókeypis bólkar og einstaklingasamrøður til børn, ung og vaksin, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum, og harafturat bjóðar Títt Rúm eisini foreldra- og familjusamrøður SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í familjum, har foreldur hava rústrupulleikar, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna–sum tekur orkuna og uppmerksemið í familjuni. Tí hava børnini og tey ungu í familjuni brúk fyri einum staði at seta orð á, hvussu rústrupulleikin hjá foreldrinum ávirkar tey. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv kann fyri mong hava avleiðingar–eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað–bæði fyri børn, ung og vaksin. Sum nakað nýtt er tilboðið hjá Títt Rúm nú víðkað til at vera upp til 35 ára aldur. Bólkarnir byrja aftur í heyst, og nú er ætlanin eisini at byrja bólkar í Suðuroynni. Møguleiki er at melda seg til við at skriva til tittrum @ blakross. fo ella við at ringja til 77 07 09. Ein 15-ára gomul genta, ið hevur luttikið í bólki, sigur soleiðis um bólkarnar:” Pápi mín byrjaði at drekka, tá ið eg varð fødd, og tí havi eg altíð følt at tað var mín skyld, at hann drekkur. Tá eg byrjaði í bólkinum fann eg útav, at tað ikki er mín skyld.” Les meira um ókeypis tilboðini á www. títtrúm. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 Hagstovan: Búplássini í eldrarøktini einki broytt seinastu fimm árini Talið á fólkum í aldrinum 67 ár og eldri er vaksið við 1.097 fólkum, meðan talið á búplássum er lítið broytt (Savnsmynd) SkrivaÐ: Í oktober 2020 vóru 642 búpláss í teimum átta kommunalu samstarvsøkjunum–eins fýra fleiri enn í 2015. Samstundis er talið á búfólkum heldur ikki broytt hesi árini. Í 2015 vóru 621 búfólk, og í 2020 vóru 620, skrivar Hagstovan. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki 67 ár og eldri vaksið tó við 1.097 fólkum, og talið á fólki 80 ár og eldri er vaksið við 105. Í hesum yvirlitinum sæst, at í ymisku samstarvsøkjunum eru nøkur búpláss færri enn fyri fimm árum síðani, í øðrum nøkur fá fleiri, í øðrum aftur er talið óbroytt. Tilsamans fyri alt landið er talið á búplássum broytt eitt vet, eins og talið á búfólkum. Sum áður nevnt, er fólkatalið vaksið, meðan talið á búplásum er lítið broytt. Í 2015 vóru 8,9 búpláss fyri hvørji 100 fólk, 67 ár og eldri, meðan talið var minkað til 7,8 í fjør. Sambært Hagstovuni eru knappliga tveir triðingar av búfólkunum 85 ár og eldri, og tveir triðingar eru konufólk. 61 prosent av búfólkunum eru 85 ár og eldri, meðan bert 8 prosent eru yngri enn 75 ár. Upp til 80 ára aldur er kynsbýtið nøkunlunda javnt, men í aldurbólkinum 85 ár og eldri eru 275 konufólk mótvegis 105 mannfólkum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 23 Leygardagur 21. august 2021–Sigið frá um tit koma fram á sjúkan ella deyðan fugl Nú í august er fuglakrím staðfest hjá skúgvi á Fair Isle í Hetlandi, og hóast sjúkan ongantíð hevur verið staðfest í Føroyum, heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at siga frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl, og hevur hon nøkur ráð til, hvat fuglaeigarar kunnu gera fyri at verja ímóti smittuni (Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan) SkrivaÐ: Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú, í august, er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi á oynni Fair Isle í Hetlandi. Fuglakrím hevur tó ongantíð verið staðfest í Føroyum, men fyri at avmarka vandan fyri smittuni, er forboð sett fyri innflutningi av øllum livandi fuglum og eggum til klekingar. Ein ávisur vandi er fyri, at fuglakrím kann koma til Føroya við flytifugli, men hesin vandin er størstur um várið, tá ið fuglurin kemur norðureftir av meginlandinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at siga frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. –Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um fýra ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur, og eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á hfs @ hfs. fo. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður eisini heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Fótbúnaður kann lættliga verða dálkaður av t. d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t. d. høsnarhús og inngirðingar. Øll tiltøk, ið skerja sambandi millum tamfugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra annars til, at smittuvandin verður tálmaður. Um fuglakrím Fuglakrím er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t. v. s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til tamfugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini, og deyðstalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl. Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir á nátasjúkuna Nú nátatíðin byrjar, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur ráð til fyribyrging av nátasjúku (Savnsmynd) SkrivaÐ: Í sambandi við, at nátatíðin byrjar, kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan við einari áminning um nátasjúkuna. Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur ráð til, hvussu ein kann fyribyrgja sjúkuna: Við veiðu av náta er umráðandi at verða ansin og hava gott arbeiðislag og reinføri, og nátar, ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir. Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av. Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum. Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best um nátin verður skáldaður. Verða nátar royttir eigur at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá roytt verður. Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o. a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB. Tá nátin er royttur, skoldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natin er kókaður ella stoktur. Um ætlanin er at selja nátar skal tað verða frá løggildum stað ella sambært Heimaframleiðslukunngerðini. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at teir eru skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir. Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri áleið 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 Sofan hjá Elinborg Lützen komin til heiður og æru Í nýggja handlinum hjá 2U á Biskupstorgi, er ein sofa sum listakvinnan Elinborg Lützen hevur átt. Elinborg var eisini fyri sína tíð á handilsøkinum og var afturvendandi prýðisdama í sýnisgluggunum í Klaksvík (Mynd: Dávur Winther) SkrivaÐ: Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku við røðum og tónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri, áðrenn Torgið lat alment upp klokkan 14. Borgarstjórin, Karl Johansen fegnaðist um, at endiliga letur Torgið upp, sum hann málbar seg-við seks handlum, eini matstovu, Restaurant Fríðu og so Kunningarstovuni, sum kemur seinni. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur greiddi frá tilgongdini í 2012, tá ið skipað var fyri arkitektakapping í miðbýnum í Klaksvík, har heili 154 arkitektar allastaðni úti í heimi og úr Føroyum vóru við, ið so Ósbjørn Arkitektar vunnu. Her er handilshúsið, Torgið við tí margfeldni, ið har er, ein umráðandi brikkur í einum drúgvum talvi um miðbýin, sum enn ikki er liðugt. (Mynd: Sverri Egholm) Mimmy Vágsheyg takkaði handverkarum og ráðgevum fyri gott arbeiði, og fegnaðist saman við teimum um, at nú verður latið upp. Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama. Man kann ikki til at taka seg aftur í, at her er sera snotiliga farið til verk, og væl frágingið, eins og tilfarsvæl og innbúgv er av serligum og ikki tilvildarligum slagi. Stuttligt er eisini, at í einum av teimum nýmótans handlunum, 2U, er ein sofa, sum listakvinnan Elinborg Lützen hevur átt. Elinborg var eisini fyri sína tíð á handilsøkinum og var afturvendandi prýðisdama í sýnisgluggunum í klaksvík–Serliga í stóra klædnahandlinum hjá Kjølbro, sum á mannamunni eisini varð kallaður, Magasin. Hugaligt at henda sofan er komin til heiður og æru. Áhugavert, at ein slíkur skáli, sum hevur fingið navnið Torgið, letur upp í Klaksvík, har hann kann ambæta býnum væl um summarið. Men ikki minni um jóltíðir og veturin við virksemi bæði úti og inni. (Mynd: Dávur Winther) (Mynd: Sverri Egholm) (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021 26 Leygardagur 21. august 2021 Klaksvík: Gamla sýsluskrivstovan verður til bú- og viðgerðarstovn Arbeiðið at umvæla bygningin, sum skal hýsa viðgerðarstovn fyri ung millum 18 og 25 ár, er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum í vikuni, og letur stovnurin væntandi upp fyrst í oktober (Mynd: Klaksvíkar kommuna) SkrivaÐ: Í apríl í fjør varð avtala gjørd millum Almannamálaráðið og Klaksvíkar býráð um, at býráðið, sum eigur gomlu Sýsluskrivstovuna á Jústabrekku 1 í Klaksvík, skuldi umvæla og tillaga bygningin, so Almannaverkið kundi leiga seg inn við einum bú- og viðgerðarstovni fyri ungum fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum mikudagin, og verður væntað, at stovnurin letur upp fyrst í oktober, skrivar Klaksvíkar kommuna. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum. Í nýggja stovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at tað er eydnast at fáa bú- og viðgerðarstovnin framdan, og at hann letur upp í næstum. Í sambandi við umbyggingarnar, hevur býráðið í Klaksvík hildið seg til at varðveita upprunaútsjóndina oman móti Klaksvíksvegi. Tó eru onkrar smærri tillagingar gjørdar í túninum omanfyri–m. a. er ein lyfta gjørd leys av húsinum omanfyri. Litsetingina av húsinum hevur Edward Fuglø, listamaður verið við til at áseta. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 27 Leygardagur 21. august 2021–Eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar Mikudagin lat nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ung við menningartarni og samansettum trupulleikum upp á Jústabrekku í Klaksvík Stovnurin á Jústabrekku er eitt satt nýbrot, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Mynd: Almannamálaráðið) SkrivaÐ: Mikudagin lat Almannaverkið upp nýggjan bú- og viðgerðarstovn á Jústabrekku 1 í Klaksvík. Stovnurin er fyri fólki við menningartarni og samansettum trupulleikum, og talan er um eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi–eitt satt nýbrot, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Jústabrekka er ein nýggjur stovnur, sum verður fyribils bústaður fyri fimm ung fólk, í aldrinum 18 til 25 ár, sum hava lættari menningartarn og samansettar trupulleikar. Her fáa tey møguleika at búgva komandi trý árini, og við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli, mennast og vegleidd í gerandisdegnum. Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotilig og hóskandi til endamálið, og er úrslit av góða samstarvinum millum Klaksvíkar Kommunu, Almannaverkið og Almannamálaráðið, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna. Endamálið við stovninum er at styrkja og menna persónligar og sosialar førleikar, soleiðis at tey, sum fara at búgva har, megna at liva eitt sjálvstøðugt lív, og samstundis at fáa ella varðveita tilknýtið til skúla og arbeiði. Karmarnir leggja harumframt upp til, at tey í nógv størri mun sjálvi avgera, hvussu nógv tey verða partur av felagsskapinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 28 Leygardagur 21. august 2021 Størri frælsi hjá teimum ið hava havt koronu Tey, ið hava havt koronu, kunnu nú fáa danskt/evropeiskt koronupass–í løtuni er tænastan galdandi fyri tey, ið eru staðfest positiv á kanningarstovuni hjá Thetis SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tey, ið hava verið smittað við Covid-19, hava ikki kunnað fingið koronupass, hóast tey eru mótstøðufør og hava tí skulað latið seg kanna ella koppseta, hóast tey eru mótstøðufør. Thetis hevur í samstarvi við Statens Serum Institut gjørt tað møguligt at kunna leggja positivar SARS-CoV 2-2-kanningarnar inn í danska sundhed. dk, ið vísir úrslitið á danska og altjóða koronupassappini. Tað gevur viðkomandi atgongd til fleiri lond, ið krevja prógv fyri immunitet. Serliga sjófólk, ið hava verið smittað við koronu, hava einki prógv og eru noydd í sóttarhald, og tað kann vera rættiliga óheppið, tí tey hava ikki kunnað prógvað sín immunitet og tí hava havt stórar trupulleikar av at ferðast. Í løtuni er tænastan fyri tey, ið eru staðfest positiv á kanningarstovuni hjá Thetis. Immunitetspassið er galdandi í 12 mánaðir frá tí, at viðkomandi varð staðfestur positivur. Tey, ið vilja hava immunitetspass, skulu seta seg í samband við Thetis og fáa vegleiðing. Tænastan er roynd og vísir seg at virka væl. –Talan er um eina slóðbrótandi tænastu, ið kann hava altjóða møguleikar, tí tað gevur teimum, ið hava verið smittað, munandi fleiri møguleikar at ferðast og fáa atgongd til arbeiðspláss og frítíðarstøð, Sigur Marita Debess Magnussen, stjóri hjá Thetis. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 Almenn løðipláss til el-bilar í Vági Løðistøðin er sett upp framman fyri somlu Sev húsini í Vági SkrivaÐ: Nú eru umstøðurnar at løða elbilin í Suðuroy enn betri, nú nýggj løðistøð er sett og klár at nýta í Vági. Løðistøðin stendur frammanfyri gomlu SEV húsini á Vágsvegi 61. Talan er um eina 22kW AC-løðistøð við møguleika at løða tveir bilar samstundis. Løðast kann bæði umvegis elbil. fo og við brúk av RFID-chippi. Á parkeringsøkinum har løðistøðin stendur, eru tveir av parkeringsbásunum avmerktir til elbilar, sum skulu løða, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 30 Leygardagur 21. august 2021 Avmarkingarnar í Fólkakirkjuni tiknar burtur Í kirkjunum kring landið verður nú sum áðrenn vit kendu nakað til koronu (Savnsmynd) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nú landsins myndugleikar hava strikað tey serligu tilmælini, fer fólkakirkjan aftur til ta siðvenju, ið var galdandi áðrenn Covid-19 smittan tók seg upp, sigur Fólkakirkjan í fráboðan. Avmarkað hevur verið hvussu nógv fólk sleppa í kirkjurnar, og eitt nú hevur verið sitið á øðrum hvørjum beinki. Nú verður alt sum fyrr, men mælt verður framvegis til at vera varin. . Mælt verður til, at húskið so vítt møguligt sita saman. -Vit hava lært, hvussu vit skilagott bera okkum at og avmarkað smittu. Lærdómin eiga vit at framhaldandi at nýta, so kirkjan er eitt trygt stað at vitja til gudstænastur og kirkjuligar tænastur, siga Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, í fráboðanini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021 31 Leygardagur 21. august 2021 Vinnuferðin til Ísrael útsett Ferðin, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið skuldi skipa fyri í oktober, er nú útsett orsakað av koronastøðuni í Ísrael Tel Aviv, Ísrael (Mynd: Visualhunt) SkrivaÐ: Vinnuferðin til Ísrael, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri, skuldi eftir ætlan vera í døgunum 13.-19. oktober, men nú er ferðin útsett. Orsøkin er koronastøðan í Ísrael, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá. –Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. Orsakað av hesum hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk, sum m. a. innibera at ferðandi, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku við komu til Ísrael. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at ferðin verður útsett til umstøðurnar aftur tala fyri eini slíkari ferð, skrivar ráðið á heimasíðuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 32 Leygardagur 21. august 2021 Nógv dyppaðu á ovastevnu Tað vóru nógv sum tóku av møguleikanum at morgundyppa á Malarenda (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nógv virksemi var í Nólsoy farna vikuskiftið. Ovastevna var á skránni, og leygarmorgunin var morgundypp á skránni á Malarenda. Hetta hevur verið vanligt at gera á ovastevnu seinastu árini, og í ár var einki undantak. Nógv fólk-fyri tað mesta konufólk-luttóku, men okkurt mannfólk er at síggja á myndunum eisini. (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen) (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021 33 Leygardagur 21. august 2021 Elspa Samuelsen 20 ára starvsdag á Tannlæknastovuni Hon hevur verið tannlækni í næstan 30 ár og hevur verið í føstum størvi á Tannlæknastovuni í Tórshavn síðani 2002 Elspa Samuelsen fær handað gávu frá Heðini Mortensen (Mynd: torshavn. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Elspa Samuelsen arbeiddi fyrst á Tannlæknastovuni. sum barnburðaravloysari í eitt ár 2000-2001 og síðani í føstum starvi frá 15. august 2002. Hetta merkir, at hon nú hevur hátíðarhildið 20 ára starvsdag. Elspa Samuelsen er útbúgvin tannlækni frá tannlæknaskúlanum í Århus í 1992 og starvaðist í Aalborg í nøkur ár, áðrenn hon flutti til Føroyar aftur. -Elspa er dugnaligur tannlækni. Sum persónur er hon blíð og tekur ábyrgd, har hon er. Hon er sosial og tann, sum syngur fyri, tá ið tiltøk eru. Tað sæst aftur í hennara privata lívi, har hon er virkin innan tónleikalívið í býnum. Hon spælir trombone í Havnar Hornorkestur, og er kórsangari, m. a. í Tarira og í nýggja kvinnubólkinum Silvitni. Eisini er hon limur í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 34 Leygardagur 21. august 2021–Hjálparpakki kann væntast einaferð í heyst Arbeitt verður í løtuni við einum uppskoti um hjálparpakka til festivalar, sum verður lagt fyri tingið í næstum, sigur Jenis av Rana (Mynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Ein hjálparpakki til tónleikafestivalar verður væntandi klárur einaferð í heyst. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi. Beinta Løwe undraðist á, at einki hevði verið at frætt í málinum, síðan løgmaður lovaði hjálparpakkar til festivalarnar 8. juli, og vísti hon á, at fleiri festivalar høvdu mist inntøkur annað árið á rað vegna koronu. Tí vildi hon hava at vita, nær festivalar kunnu vænta sær endurgjald, og hvat tey kunnu vænta sær endurgjald fyri. Sambært Jenis av Rana verður í løtuni arbeitt við at fyrireika eitt lógaruppskot um ein hjálparpakka, og er ætlanin, at tað verður lagt fyri Løgtingið í næstum. Ætlanin er at veita stuðul eftir áleið sama hátt sum í fjør, tá tónleikafestivalar fingu stuðul til at endurrinda øll atgongumerki, ið festivalurin hevði selt. Tó kann stuðulin í mesta lagi svara til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av festivalinum í 2021, sigur landsstýrismaðurin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 Helgi skal skriva søguna um føroysku handlarnar Handilsvinnufelagið hevur gjørt sáttmála við Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um at skriva søguna um føroysku handlarnar Claus V. Christensen, næstformaður í Handilsvinnufelagnum og Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur (Mynd: Industry. fo) SkrivaÐ: Meðan nógv er skrivað um einahandilin, avtøkuna av einahandlinum og onnur handilsviðurskifti frá teirri tíðini, er harafturímóti lítið skrivað um, tá handlar í hundraðtali vórðu staðsettir í teimum føroysku bygdunum og høvuðsstaðnum. Men við sáttmálanum millum Handilsvinnufelagið og Helga Jacobsen verður skjøtul settur á hetta arbeiðið. Umframt at fylgja søguni hjá handlunum bæði í bygd og í bý, skal bókin geva eina heildarmynd av mynstrinum hjá handlunum og handilsvinnuni frá fyrstu handlunum til dagin í dag, skrivar Vinnuhúsið. Miðað verður eftir at geva bókina út á heysti komandi ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 36 Leygardagur 21. august 2021 Landsdansistevnan verður í Havn um vikuskiftið Í dag eru Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn vertir fyri landsdansistevnuni–seinast stevnan var í høvuðsstaðnum var í 2001 SkrivaÐ: Triðja hvørt ár skipa dansifeløg kring landið fyri eini landsdansistevnu vegna landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring. Seinasta stevnan var á Eiði í 2019, og vóru Dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag vertir. Av tí at stóra norðurlendska dansistevnan "Havleikur" verður í Føroyum í komandi ár, verður landsdansistevnan longu í ár aftur, skriva dansifeløgini, Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn og Sláið Ring, í tíðindaskrivi. Landsdansistevnan í ár verður í Havn, leygardagin 21. august, og eru tað Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn, sum eru vertir. Seinast stevnan var í Havn var í 2001, fyri júst 20 árum síðani. Upprunaliga skuldi stevnan vera 8. mai, men valt varð long í vár at útseta stevnuna til 21. august, so nógv fleiri vóru liðugt koppsett. Upprunaliga skuldi setanin av stevnuni eisini vera á Vaglinum, men av tí at Voxbotn nú er fyriskipað sama stað um somu tíð, verður stevnan í staðin sett uttan fyri Dansifrøi av Heðini Mortensen, borgarstjóra. Síðani verður borðhald í Dansifrøi og aftaná verður dansað í Sjónleikarhúsinum. –Tað er heilt góð undirtøka, og eini 350 fólk hava teknað seg, herímillum fitt av ungum fólki eisini, skriva fyriskiparar. Á skrá eru m. a. kvæðini: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan, og síðani verður orðið frítt. –Dansistevnan er eitt frálíkt høvi hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum dansi, at hittast og møta fólki úr øllum landinum–at møta gomlum dansivinum aftur eins væl og knýta nýggj vinarløg; og tað kanska serliga nú í ár, tá virksemið í nógvum feløgum hevur verið skert almikið og eingin almennur dansur hevur verið síðani korona byrjaði at herja heimin í mars 2020. Vit vænta og vóna at vit fáa eitt frálíkt kvøld, føroyska dansinum at frama, skriva fyriskipararnir at enda. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 37 Leygardagur 21. august 2021 Lindin skal hava nýtt FM-sendinet Skiftistíðin verður tveir mánaðir. Fyribilssendarar verða settir upp í Havn og Klaksvík–annars er møguleiki at lurta á netinum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Kristiliga útvarpsstøðin Lindin skal leggja FM-sendinetið um, og hetta kemur at ávirka virksemið hjá útvarpsstøðini. Lindin skrivar á heimasíðu síni, at støðin sær seg nýdda at leggja FM-sendinetið um og útvega sær nýggjan veitara frá 18. august. Væntandi fer arbeiðið at taka tveir mánaðir, men Lindin heldur tó fram við at senda. Arbeitt verður við at fáa fyribilssendarar upp í Klaksvík og Havn innan eina viku. Harafturat hava lurtarar møguleika at lurta á netinum, umvegis heimasíðuna ella á internetútvarpi. Lindin fer eisini at stroyma flestu nýggju tosi-sendingarnar beinleiðis á Facebook. Hesar sendingar verða eisini lagdar út sum poddvarp. Nýggja FM-sendinetið verður væntandi klárt um tveir mánaðir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021 Nýggj frálærubók til miðnám kemur út fríggjadagin SkrivaÐ: Tíðindaskriv“ Føroysk samfelagsfrøði–C-stig” er spildurnýggj bók ætlað fyrsta ári á miðnámi. Bókin er slóðbrótandi, tí hetta er fyrsta samlaða samfelagsfrøðibók á føroyskum til miðnám. Umframt at hon er skrivað á føroyskum, tekur hon støði í føroyska samfelagnum og er ætlað føroyskum næmingum. Bókin tekur til fulnar støði í námsætlanini fyri Samfelagsfrøði C og lýkur tí øll krøv til undirvísing. Bókin er 246 síður long og høvundarnir eru Sámal Matras Kristiansen (red.) , Ragnar Árnason Joensen, Christian Ihlen, Martha Hjalmarsdóttir Mýri og Regin Berg–øll útbúnir miðnámslærarar. Bókin hevur, umframt frágreiðandi tekst, eina ørgrynnu av myndum, talmyndum, talvum, modellum, kortum og dømum. Bókin fangar sostatt næmingar við sera ymiskum læristílum. Bókin er útkomin bæði sum pappírsbók, samvirkin bók (sBók) og. pdf-bók (eBók). Pappírsbókin hevur alt lesitilfar við, men ongar uppgávur. Í samvirknu bókini er harumframt ein ørgrynna av uppgávum og venjingum, umframt at myndatilfarið í bókini kann takast upp á stórskíggja. Harumframt verður tilfar áhaldandi dagført í sBókini. Eisini ber til hjá næmingum at skriva viðmerkingar beinleiðis í bókina, soleiðis at lætt er at leita viðmerkingarnar fram til próvtøku. Við eBókini ber til at fáa bæði lesitilfar og viðmerkingar sum. pdf-skjal ella útprent. Útgávutiltak 20. august á Námi Útgávan verður hátíðarhildin við útgávutiltaki á Námi fríggjadagin 20. august kl. 15. Her verða røður, sangur, umframt at bókin verður løgd fram í ymisku sniðunum. Samfelagsfrøðibøkurnar til hádeild í fólkaskúlanum verða eisini at síggja. Seinastu árini hevur Nám givið út samfelagsfrøðibøkur til 7., 8. og 9. flokk. Við nýggju miðnámsbókini læra næmingar sostatt samfelagsfrøði á føroyskum fýra ár á rað! Ein faklig kollvelting upp á fá ár, ið væntandi heldur fram komandi árini. B-stig er næsti teinur á leiðini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021-Oyggjafólk eru altíð í bíðistøðu Firouz Gaini er professari í antropologi (Savnsmynd) SkrivaÐ: Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað nýggja grein um ung í Okinawa í Japan. Greinin eitur "Island people are always waiting"–Young people’ s everyday lives and future narratives in Okinawa” og er í nýggjastu útgávuni av EJCJS (Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies). Greinin um tey ungu byggir á etnografiska kanning, sum Firouz Gaini gjørdi í Okinawa í 2018. Í henni kannar og greinar hann gerandislívið og framtíðarætlanirnar hjá oyggjaungdómi í einum samfelagi í stórari broyting, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna. Okinawa er kent fyri sínar stóru amerikonsku herstøðir, men eisini fyri sína vøkru náttúru. Okinawa var eitt sjálvstøðugt kongaríki í øldir, fram til 1872, tá oyggjabólkurin varð innlimaður í Japan. Greinin hjá Firouz Gaini brúkar lokala hugtakið "chanpurū" (sum merkir at skapa nakað nýtt við at blanda siðir og súmbol úr ymsum mentanum saman) til at lýsa og viðgera mentanina og virðini hjá ungdóminum í Okinawa. Hon vísir, at tey ungu, sum eru undir útbúgving (á hægri lærustovnum), brúka sínar framtíðarhugmyndir til at fáa eina betri fatan av nútíðar "veruleikum" og samfelagsavbjóðingum. Máltalvan vísir, at breiddin hjá føroyska liðnum var nógv størri enn hjá tí ukreinska, tí har skjeyt tann eini leikarin, Valeriia Nesterenko næstan helmingin av málunum, 13 tilsamans. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 U19-menninir hálaðu seg fram um aftur og vunnu 31-28 Føroysku U19 menninir vunnu finaluna í bólkinum Pauli Jacobsen gjørdist dagsins leikari hjá Føroyum (Mynd: EHF) SkrivaÐ: Sverri Egholm U19-landsliðið hjá monnum vann ein frálíkan 31-28 sigur á Kekkia hósdagin, eftir at okkara vóru aftanfyri miðskeiðis í seinna hálvleiki. Talan var um finaluna í bólkinum, har bæði liðini høvdu hølvað Bulgaria av við 15 málum undan dystinum. Dysturin kom at avgera, hvat lið skuldi møta hvørjum í hálvfinalunum. Føroyska liðið byrjaði dystin sera væl og legði seg á odda 3-0 eftir 5 minuttir. Verjan og málverjin stóðu sera væl og komu okkara til góðar málmøguleikar í álopinum. Eftir 5 minuttir fingu Føroyar eina útvísing og komu kekkar spakuliga inn í dystin. Pauli Mittún var sera farligur og vælleikandi á vinstra bakki og saman við Eliasi á Skipagøtu, fingu teir liðið, at spæla heilt upp til sítt besta fyrstu 15 minuttirnar, tá Føroyar var á odda 12-7. Føroyar fingu eina útvísing eftir 15 minuttir og fóru okkara at brenna illa hesa løtuna, málverjin hjá kekkum var eisini kosin til dagsins leikara. Kekkia otaði seg nærri og nærri og var rættur málturkur ta eini løtuna, har okkara ikki skoraðu í 8 minuttir. Tað var eisini ein smeitur fyri føroyska liðið, tá stinni vongurin, Hákun West av Teigum, mátti bløðandi av vøllinum við einari sprungu í pannuni, eftir at hann var óheppin í verjustøðu. Liðini fóru til hálvleiks ájavnt 15-15. Føroyar fingu ikki rættiliga fatur í verjuni fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og kom Kekkia fyri fyrstu ferð framum 19-18 eftir 35 minuttir, og vóru teir frammanfyri við tveimum ta eini løtuni. Okkara hildu tó høvdi kalt, verjan byrjaði at fáa fatur aftur og málverjin Pauli Jacobsen kom veruliga ígongd um miðjan hálvleik. Ferð eftir ferð vísti hann stórspæl við flottum stórbjargingum. Í hinum endanum vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu seg ferð eftir ferð sum úrmæling og hálaði føroyska liðið fram um aftur við fleiri góðum málum. Føroyska liðið bara økti um leiðsluna og snúði seinasta løtan um at koyra sigurin heim. Óli Mittún Ein góður dystur hjá føroyska liðnum, har teir megnaðu at hála seg uppaftur, eftir eina lakari løtu. Pauli Mittún spældi ein góðan dyst bæði í verju og álopi, har hann var farligur, Sveinur Olafsson var sum altíð sera drúgvur í verjuspælinum og vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur sínar dygdir og leiddi liðið í álopinum og var eisini toppskjútt við heili 13 málum. Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin málverjin, Pauli Jacobsen. Pauli byrjaði dystin sera væl fyrstu 15 minuttirnar, men fall í støði eina løtu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók hann veruliga fatur aftur við stórbjarging eftir stórbjargin og nærum stongdi málið. Føroyska skal nú møta Slovakia í hálvfinaluni, meðan Kekkia og Hvítarussland møtast í hinari. Føroyar og Slovakia spæla í dag kl. 15. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 Í bólki við Italia, Lettlandi og Luksemburg Føroysku hondbóltsmenninir fyrireika seg nú til undankapping til HM 2023 Kjartan Johansen í álopsroynd móti Luksemburg, sum vit eisini møttu í seinastu HM-undankapping (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Italia, Lettland og Luksemburg verða mótstøðuliðini hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti tá kappast skal um at sleppa við til til heimsmeistarakappingina, sum verður í Svøríki og Polandi í 2023. Lutakast var hósdagin, og her komu Føroyar í bólk fýra. Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at Føroyar vann fyrsta rætt at vera vertur, um bólkurin verður leiktur sum ein kapping yvir eitt vikuskiftið. Útgangsstøðið er, at dystirnir verða leiktir sum úti- og heimadystir, men semjast londini um at avgreiða kappingina yvir eitt vikuskifti, er hetta møguligt. Møguleiki er at avgreiða dystirnar í november 2021 og januar 2022. Nummar eitt og tvey í bólkinum koma víðari til play-off dystir móti liðunum, sum eru hægri styrkismett. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Luksemborg til seinastu HM-undankappingina, og tá vunnu Føroyar 24-22. Føroyar spældu eisini móti Italia í HM-undankappin í 2018, og tá var stórtap 29-18. Litava luttók fyri fyrstu ferð í EM-endaspæli í 2020, har teir tó ikki vunnu nakran dyst, og endaðu aftast. Lettiska liðið telur millum annað kenda risan Dainis Kristopans, sum við sínum 215 sentimetrum og 135 kilo dagliga spælir í Paris Saint-Germain. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021 47 Leygardagur 21. august 2021 KÍ á meistarakós Nógv skal broytast um tað ikki skal vera KÍ, sum stendur við gullinum við kappingarlok. Við einum sannførandi avriki og 3-2 sigri móti HB í dag ber næstan til at ynskja KÍ tillukku við FM (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm HB 2, KÍ 3. Tað er veruleikin aftaná 90 minuttir í Gundadali mikukvøldið. Og var tað trupult at taka KÍ aftur undan dystinum, so er uppgávan nærum ómøgulig nú. KÍ var nógv tað betra liði á Ovara vølli. Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar nógv farligari, og longu tá fýra minuttir vóru leiktir, legði Claes Kronberg KÍ á odda 1-0, og eldur kom í KÍ-fjeppararnar sum í kvøld høvdu hertikið bygdaskýlið. Smáar tjúgu minuttir seinni var aftur mál til sterka útliðið sum við Odmar Færø økti til 2-0. HB var betri við í seinna hálvleiki, og tá ein góður tími var leiktur, skoraði Daniel Johansen upp á beinleiðis fríspark til 2-1, og alt tóktiskt opið aftur. Útjavnandi málið kom tó ongantíð, og hinvegin var tað Bob Sumareh sum økti um leiðsluna hjá KÍ til 3-1. Síðstu løtuna royni HB at trýsta, og tað eydnaðist Hilmar Leon Jakobsen at fáa høvdið á bóltin tá 86 minuttir vóru leiktir. Hóast trýst frá HB, komu ikki fleiri mál í dystinum, og nógvu KÍ-fjeppararnir kundu fegnast um, at FM næstan er í hús. KÍ kemur við sigrinum í dag upp á 50 stig, og tíggju stig eru niður til Víking á øðrum plássi við 40 stigum. HB er á triðja plássi við 33 stigum, men hava ein dyst færri. Í dag kl. 15.45 spæla B36 og B68 í Gundadali. Í morgin verða fýra dystir í Betri Deildini: Kl. 15: KÍ-TB, Víkingur-HB og ÍF-07 Vestur Kl. 17: NSÍ-EB/Streymur Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 48 Leygardagur 21. august 2021 B68 vann fjórða dystin á rað Tríggir dystir vóru leygardag leiktir í bestu fótbóltsdeildini. Víkingur vann 2-0 ímóti NSÍ og B36 kom norður aftur við einum 2-1 sigri móti TB Glaðir fjepparar á Svangaskarði seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Toftafólk hava nógv at fegnast um í hesum døgum. Leygardagin vann besta mansliðið sín fjórða sigur á rað. Tað gjørdu toftamenn ímóti ÍF, sum hevur trupult við at fáa mál. B68 vann dystin 2-0. Fyrra málið kom tá bara tveir minuttir vóru leiktir, tá verjufeilur gjørdi at fótfimu B68-leikararnir løgdu seg á odda. Seinna málið kom eftir brølara frá ÍF-málverjanum, sum spældi bóltin beint fyri føturnar hjá Steffan Løkin, sum ótarnaður kundi seta bóltin í netið. 2-0 og B68 lyftir seg upp á sætta pláss við 18 stigum. ÍF liggur á næstaftasta plássi við 12 stigum. (Mynd: Sverri Egholm) TB tók ímóti B36. Tvøramenn munnu hava sæð skriftina á vegginum, og mugu tungu leiðina í næstbestu deildini at spæla næsta ár. Hinvegin stríddust teir væl í dag ímóti einum B36-liði sum hevur havt trupult at fóta sær í ár. B36 vann kortini dystin 2-1, og kann fegnast um at TB ikki megnaði at skora útjavnandi málið. Síðsti dysturin á skránni var millum NSÍ og Víking, sum brustu saman við Løkin. (Mynd: Sverri Egholm) (Mynd: Sverri Egholm) Í fyrra hálvleiki var málleyst, men í øðrum hálvleiki avgjørdi innskifti Ingi Johnhardsson alt fyri gøtufólk og leirvíkingar. Fyrst við uppleggi til 1-0 málið, sum á dómaraseðlinum er skrásett sum sjálvmál. Og síðani við málinum til 2-0 í 88. minutti. Víkingur heldur fast við annað plássið við 40 stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021 49 Leygardagur 21. august 2021 Týdningarmikil stig hjá 07 Vestur Vágamenn vunnu 3-1 ímóti EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm 07 Vestur vann sær sunnudagin týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum við 3-1 sigri móti EB/Streymi. Sundalagsmenn eru eisini við í tí spennandi niðurflytingarstríðnum. Við sigrinum fer 07 Vestur fram við EB/Streymi á stigatalvuni og leggur seg á sætta pláss við 17 stigum. EB/Streymur er á áttanda plássið við 15 stigum. EB/Streymur legði seg á odda longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum við máli frá Símun Sólheim. Men síðani fingu vágamenn stýr upp á sítt spæl og Høgni Egilstoft Nielsen javnaði tá lítil hálvur tími var leiktur. Tá ein góður tími var leiktur, vóru vágamenn aftur á máltalvuni, tá Predrag Jeremic smekkaði bóltin í kassan. Beint fyri leiklok setti John Fagerström punktum fyri 07 Vestur og økti til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið. Vent á høvdið Niðari partur av stigatalvuni varð sostatt vendur á høvdið seinasta vikuskiftið. B68, sum nærum í alt ár hevur ligið á næstaftasta plássið, hevur við fýra sigrum á rað nú lagt seg á sætta pláss við 18 stigum, og er fremst av teimum fýra liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. ÍF liggur á níggjunda plássið við bara 12 stigum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 50 Leygardagur 21. august 2021 Jákup á Borg legst afturat venaratoyminum hjá EB/Streymi EB/Streymur, sum er í spennandi niðurflytingarstríðið, styrkir seg á venjarapostinum við kendum manni í føroyskum fótbólti Jákup á Borg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm EB/Streymur styrkir seg á venjarapostinum hjá besta mansliðnum. Jákup á Borg, seinnu árini er mest kendur sum venjari í B36, legst afturat sum hjálparvenjari. -Í samráð við høvuðsvenjaran, Jákup Martin Joensen, hevur felagið valt at knýta Jákup á Borg afturat venjaratoyminum-í fyrstu atløgu tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Restin av venjaratoyminum heldur tó eisini fram sum higartil, sigur EB/Streymur á heimasíðuni. Jákup Martin Joensen fær Jákup á Borg afturat sær sum hjálparvenjara (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) Jákup á Borg er 41 ára gamal, og hvur pælt 400 dystir og skotið 153 mál í bestu deildini. Eisini hevur hann 62 A-landsliðsdystir. Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur Jákup, at hann ikki hevði ætlað sær at fingist við fótbólt í ár, men tá Jákup Martin og EB/Streymur sendu boð eftir honum, so bar ikki til at siga nei. -Í hesum venjaratoyminum sleppi eg at royna ein leiklut, sum eg ikki havi roynt áður, og tað gleði eg meg ómetaliga nógv til. Harafturat havi eg summarhús við Gjógv, og á tann hátt eri eg mestsum lokalur, sigur Jákup á Borg við heimasíðuna hjá EB/Streymi. EB/Streymur er í spennandi niðurflytingarstríðið við B68, 07 Vestur og ÍF. Tapið ímóti vágamonnum sunnudagin gjørdi, at EB/Streymur nú er á áttanda plássi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 51 Leygardagur 21. august 2021 Midtskogen liðugur í Dundalk Fekk bert eitt mál í 15 dystum fyri írska liðið SkrivaÐ: Langlimaði norski áloyparin, Ole Erik Midtskogen, sum hevði eitt sera gott ár í KÍ í fjør, er ikki longur liðfelagi hjá Sonna Ragnar Nattestad í írskafelagnum Dundalk FC. Felagið boðaði herfyri frá, at hann er loystur úr sáttmálanum. Ole Erik Midtskogen var við á KÍ-liðnum, sum spældi móti Dundalk í Europa League í fjør. Norðmaðurin skoraði málið hjá KÍ í 3-1 tapinum, og avrikið má hava verið so mikið gott, at írarnir bjóðaðu honum ein sáttmála, tá sáttmálin við KÍ gekk út í vetur. Men langi norðmaðurin hevur ikki klárað seg eins væl í írskum fótbólti, sum hann gjørdi meðan hann var í Føroyum. Hann hevur spælt 15 dystir fyri“ the Lilywhites”, sum liðið verður rópt, og hevur bert megnað at skjóta eitt mál. Midtskogen í evropeiskum dysti fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 KÍ-kvinnur í evropeiskum stórtapi Føroyameistararnir rendu seg í stórtap í fyrsta Champions League-dystinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Kvinnurnar hjá KÍ rendu seg inn í óvanda mótstøðu, tá tær mikudagin spældu dyst í undanumfarinum til Champions League fyri kvinnur. Føroysku meistararnir spældu móti íslendsku meistarunum úr Breiðabliki, og vórðu hølvaðar av. Úrslitið var 7-0 til íslendingarnar. Støðan í hálvleikinum var 5-0. Dysturin var spældur í býnum Siauliai í Litava. Talan er um eina minikapping. Mikudagin spælduvertirnir, Gintra Universitetas móti estiska liðnum Flora úr Tallin. Gintra vann 2-0 Breiðablik skal í dag spæla finalu móti Gintra Universitetas um rættin at koma víðari til næsta umfar í Women‘ s Champion League. KÍ fær ein dyst afturat–tað verður móti Flora Tallin í dag. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021 53 Leygardagur 21. august 2021 Ellivu svumu um Nólsoyarfjørð Tað tók umleið hálvan annan tíma at svimja úr Havn til Nólsoyar. Allir svimjararnir komu á mál (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Svimjingin um Nólsoyarfjørð í sambandi við ovastevnuna eydnaðist stak væl. Klokkan 8: 45 leygarmorgunin varð farið á bláman niðan fyri radioamatørararnar yviri við Strond í Havn, og kósin varð sett móti Nólsoyarbygd. Ellivu luttakarar vóru á teininum, sum í beinari linju er fýra kilometrar, men við streymi og øðrum gerst áleið seks kilometrar langur. Tað tók umleið hálvan annan tíma hjá teimum ellivu svimjarunum at gjøgnumføra, og tað vóru bara fimtan minuttir í millum til tann fyrsti kom á mál til tann seinasti stóð uppi á landi í Nólsoy. Oluf Færø var skjótastur um Nólsoyarfjørð við tíðini 1: 22: 26. Honum í hølunum var Erling Eidesgaard. Við tíðini 1: 24: 58 og nummar trý var Eyðun Húsgarð við tíðini 1: 28: 50. Svomið hevur verið á ovastevnu síðani 1998. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021 Súkklulið frá MEST við á longstu súkklukapping í Danmark Fýra føroyingar verða við í súkklukapping úr Århus til Keypmannahavn SkrivaÐ: Fyri einum ári síðani settu tíggju mans á MEST sær fyri at seta á stovn eitt MEST súkklulið. Hetta vóru menn úr MEST Skála og MEST Runavík, sum løgdu seg eftir at fara langar súkklutúrar við kappsúkklum. Sum sagt so gjørt. Teinarnir hava verið langir, og hevur verið súkklað so at siga alt árið. Til dømis úr Runavík til Funnings, Viðareiðis og so heimaftur. Eisini hevur liðið súkklað kring alla Suðuroynna og luttikið í“ Kring Føroyar” súkklukappingini fyrr í august, sum vardi í fimm dagar. Nakrir á liðnum hava havt og hava tilknýti til Team Rynkeby og er íblásturin til venjing og samskipan komin haðani. Nú hava fýra mans á MEST liðnum, Eirikur Joensen, Bogi Gregersen, Jóhan Petur Petersen og Hilmar Hansen, avgjørt at fara ein longri túr og luttaka í kappingini Århus-Odense-København 4. september. Talan er um“ Danmarks længste motionscykelløb” og verður millum annað súkklað yvirum Stórabelstbrúnna, sum verður stongd í eitt tíðarbil. Talan er um ein langan tein har súkklutúrurin er í einum–og varðar umleið 15 tímar ella so. Leiðin frá Aarhus til Odense og síðani til Keypmannahavnar, er umleið 380 kilometrar. Kelda: Mest á Facebook Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021 Súkkla um FM á Sandoynni í dag Byrjan og mál verður í Skálavík–metnógvir luttakarar verða við hesaferð, og bilførarar verða bidnir um at vísa fyrivarni, serliga í Sandslíð og Dalslíð SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í dag, leygardagin 21. august, skipar Sersambandið fyri súkkling og triathlon fyri føroyameistarakapping í vegasúkkling. Kappingin verður hildin í Skálavík, og teinurin er úr Skálavík, til Skopunar, til Húsavíkar og til Dals og aftur til Skálavíkar. Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir, 102 kilometrar tilsamans, og hinir bólkarnir, bæði kvinnur og aldursbólkar, súkkla teinin einaferð umframt ein túr til Sands og aftur til Skálavíkar. Tað eru tilsamans 69 kilometrar. Ein motiónsbólkur er eisini við, sum súkklar teinin eina ferð, 51 kilometrar. 35 fólk hava meldað til kappingina, og hetta er hægsta luttakaratalið nakrantíð í FM kappingini. Tað er so, at hetta er týdningarmiklasta FM kappingin í vegasúkkling (har eru eisini FM í tíðarsúkkling og býarsúkkling). Skálavíkar Kommuna hýsir tiltakinum og hjálpir at gera dagin til eina uppliving fyri øll, ið luttaka. Millum annað hjálpir kommunan við at skipa karmar fyri trygdini. Sambandið heitir eisini á fólk um av vísa serligt fyrivarni fyri súkklarum. Serliga er tað strekkið í Sandslíð og millum Húsavík og Dal, har heitt verður á bilførarar um at vísa stóran ans. Vaktarfólk verða at síggja fram við vegnum við gulum flaggi og vesti. Súkklararnir fara avstað klokkan 12 og væntandi er kappingin liðug umleið klokkan 17. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021 56 Leygardagur 21. august 2021 34 ross kappaðust á flúgvarabedingini Kappingin leygardagin var tann næstseinasta FM kappingin í summar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Nógv ross og nógvar spennandi kappingar, vórðu í væleyðnaðu FM kappingini hjá Vága Ríðingarfelag. Fyrsta kappingin á degnum var 100 metrar tølt. Her kappast rossini einsæris og vinnari á degnum var Brynjar við Regin Johannessen á baki, teir høvdu tíðina 11,77. Nummar tvey var Strákur við beiggja Regin, Bárði Johannessen á baki og nummar trý Krapi og Thorfinn Nielsen. Skeiðkappingina vann Kór við Beintu P. Debes, tíðin um teir 100 metrunum var 9,13, nummar tvey vóru Viti við Jónu Ólavsdóttir á baki og nummar trý Orka við ungu Ranju K. H. Djurhuus. Trav vann Birita Lútzen á Freyr, nummar tvey var Karin Nónklett á Snædis og nummar trý Laila P. Christiansen á Tango. Tvíspor ung 250 metrar er aftur í ár ein sera spennandi kapping, fleiri ross eru sum bjóða seg fram. Hesaferð eyðnaðist tað aftur føroyameistaranum frá í fjør, Silfu við Ásu Bárðadóttir at vinna. Nummar tvey var Fía Nolsøe, hon reið á Báruni, nummar trý gjørdist Freyr og Birna Jóansesarson. Tað var tætt milum hesi rossini, tíðirnar vóru ávíkavíst 18,34-18,97-19,04, nummar fýra hevði 19,26. So fýra ross innafyri eitt sekund. Tvíspor ll flokk vann Sirkill við Halli Hansen á baki, nummar tvey gjørdist Pegasus og Vár Joensen og trý Gordon við Rebecku Jørgensen. Tvíspor l flokkur gjørdist eisini sera spennandi. Eisini her var minni enn eitt sekund millum nummar eitt og nummar fýra. Vinnari gjørdist formaðurin í Vága Ríðingarfelag, leyningurin Zacharias R Jacobsen á ryssuni Ronju. Tey høvdu 17,94, nummar tvey var Bragi við Jónu Ólavsdóttir, 18,10, og nummar trý Svanna og Barbara Carlsen 18,57 Kappingin í Vágum var tann næstseinasta FM kappingin í summar, seinasta kappingin verður í Marknagili leygardagin 28 august. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 Stóra hondbóltskappingin aftur í Vági næsta ár Faroe Islands Handball Cup verður 1. til 3. august í 2022 (Savnsmynd) SkrivaÐ: Sverri Egholm Faroe Islands Handball Cup 2021 eydnaðist heilt framúr væl við glaðum og vælnøgdum luttakarum, siga fyriskipararnir. Næstan 600 leikarar vóru við. Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup 2022 og fyriskipararnir boða nú frá, at Faroe Islands Handball Cup 2022 verður í døgunum mánadag 1. august til mikudagin 3. august 2022. Tá verður eisini eitt stórt byrjunartiltak sunnudagin 31. juli 2022. Tilmeldingin til Faroe Islands Handball Cup 2022 verður latin upp 1. oktober. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021 58 Leygardagur 21. august 2021 Gerd Müller-maðurin sum enn eigur metið fyri flest mál í Bundesliguni-gjørdist 75 ár (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Ein stór stjørna í týskum fótbólti er deyður. Sunnudagin bórust boðini um, at Gerd Müller, best kendur undir kelinavninum“ Der Bomber”, er deyður, 75 ára gamal. Felagið hjá Gerd Müller, Bayern München, bar boðini á Twitter. -FC Bayern syrgir Gerd Müller. Í dag er stilt í FC Bayern. Týsku metmeistararnir og okkara framúr fjeppara syrgjar missin av Gerd Müller, sum tíðliga sunnumorgunin doyði, 75 ára gamal, skrivar stóra suðurtýska felagið. Gerd Müller var ein tann vandamiklasti áleyparin í fótbóltssøguni. Hann skjeyt 365 mál í Bundesliguni, og tað er framvegis met. Eisini megnaði hann at skora 68 mál í 62 landsdystum fyri táverandi Vesturtýskland. Gerd Müller var við til at vinna bronsu fyri Vesturtýskland í HM kappingini í Meksiko í 1970 og at vinna gull á heimavølli í 1974. Og tað var–sjálvandi–Gred Müller, sum skoraði sigursmáli til 2-1 í finaluni móti Niðurlondum. Gerd Müller var eisini valdur til ársins fótbóltsspælara í Evropa í 1970. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 59 Leygardagur 21. august 2021 Føroyingar við í Ex on the Beach Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg við í umstríddari realitysending SkrivaÐ: Hvat. fo Tað hevur gingið sum slatur í rúma tíð, men í dag er greitt, at Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg úr Havn luttaka í donsku realitysendingini Ex on the Beach. Tveir partar av realitysendingini, sum má sigast at vera eitt stig villari enn Paradise Hotel, eru komnir út á stroymingartænastuna Discovery + , og her síggjast bæði Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg. Teit hava vit sæð í donskum reality áður. Hann vann Paradise Hotel í 2019, og í fjør luttók hann í Singletown. (Mynd: Discovery + ) Teresu hevur ikki verið at sæð í reality áður, men við sínum mongu fylgjarum á Instagram, er hon kend millum tey ungu í Føroyum. (Skíggjamynd: Discovery + ) Ex on the Beach er eitt sindur øðrvísi enn Paradise Hotel. Tað er eingin vinnari, og fleiri av luttakarunum, sum savnast í stórum summarhúsi á Gran Canaria í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir. Teitur á stevnumøti við einari gamlari flammu (Mynd: Discovery + ) Hetta leggur upp til drama og spenning millum luttakararnar, tí nøkur teirra hava framvegis kenslur fyri hvørjum øðrum. Luttakararnir eru vanliga ikki bangnir av sær, og tað kemur meira enn so fyri at ymiskt hendir undir dýnuni. Í fyrstu partunum sum komu út sunnudagin, síggja vit einans Teit, men tað er greitt at Teresa kemur inn í sendingina seinni. Hon sæst á brellbitunum, tá sendingin byrjar. Ex on the Beach sæst á Discovery + . Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021 |
Føroyar skulu til EM-endaspælið fyri U20-landslið SíÐa 42 Logn: Line legði Norðlýsið at við fullum seglum SíÐa 9 1 Leygardagur 28. august 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Heldur løtuvinningar enn haldbærar loysnir Týsdagin 31. august eru tvey ár liðin síðan vit vóru á vali seinast fyri at velja umboð í løgtingið. Nú valskeiðið er hálvrunnið, er lítið sum bendir á, at tað fer at eydnast hesi samgonguni at halda fram eftir komandi løgtingsval. Í hvussu so er, er tað onki tekn í veljarakanningini, sum Blaðið almannakunngerð í dag, sum benda á, at tað fer at eydnast núsitandi samgongu at savna ein meiriluta eftir komandi løgtingsval. Sostatt peikar nógv á, at vit um tvey ár enn einaferð fara at uppliva eitt fullkomið sporskifti í landsins stýri, har vit–eins og vit upplivdu í 2015 og aftur í 2019–fáa eitt nýtt landsstýri, hvørs fyrsta mál er at seta úr gildi tær skipanir, sum undanfarna stýri hevði sett í gildi fyri at seta aðrar ístaðin fyri. Sjálvandi skulu vit virða fólkaræðið og fólksins vilja og fagna hesum. Men tey, sum sita í politisku skipanini máttu kunna innsæð, at ein slík skipan jú ikki er til gagns fyri heildina, tí tað verða brúktar ov nógvar kreftir til at bróta niður ístaðin fyri at byggja upp. Tí er tað onkursvegna óskiljandi, at tað ikki ber til at fáa eina politiska skipan, har arbeitt verður við breiðari semjum. Heldur enn at skapa løtuvinningar eiga dugnaligir politikarar seta sær fyri at skapa breiðar semjur til tess at fremja haldbærar loysnir. Onki bendir á, at núverandi skipan við blokkum, sum standa støðufastir móti hvørøðrum, er før fyri hesum. Hvørki undanfarna ella núverandi samgonga kunnu vísa á dømi um væleydnað politisk tiltøk av týdningi, sum eru sett í verk í breiðari semju, og tí hava hildið. Tí áttu flokkarnir at gjørt royndir at funnið saman tvørtur um núverandi mørk. Tak Tjóðveldi, til dømis. Undir undanfarnu samgongu var týðuligt, at flokkurin hevði stórar ætlanir um nýskipanir–hetta til tess at skapa grundarlag fyri stóra málinum hjá flokkinum, sum er fult sjálvbjargni her á landi. Men hesar ætlanir bóru ikki á mál, og so langt frá tí. Orsøkin var, at samgonguflokkarnir ikki vildu fara eins langt og Tjóðveldi vildi. Nýggja veljarakanningin vísir, at alt bendir á, at núverandi samgonga við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, ikki fær meiriluta eftir komandi val. Skal so Tjóðveldi, t. d. aftur gera samgongu við júst somu flokkum, sum seinast kanska vóru orsøk til, at Tjóðveldi gekk aftur við næstan trimum prosentstigum á seinasta vali. Javnaðarflokkurin og Framsókn eru í júst somu støðu. Og Sambandsflokkurin er í løtuni eitt livandi dømi um, at ikki eingang tað at hava løgmann hjálpir, tá tað eru hinir flokkarnir í samgonguni, sum seta dagsskránna. Flokkurin royndi tað við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni, og hevur eyvitað ikki lært av teimum mistøkum. Politiskir flokkar eiga, heldur enn at finna løtuvinningar, at hava sum aðalmál at skapa stabilitet–politiskt støðufesti–og koma fram til haldgóðar loysnir. Gott hevði verið, um onkur longu nú gjørdi eina roynd. Sitandi samgonga kundi byrja við at drigið andstøðuna við í fíggjarlógararbeiðið til dømis. Tí við dagsins veljarakanning fyri eyga, so er vist, at tað ikki fer at gagna flokkunum í samgonguni, um fíggjarlógin aftur hesaferð fer gjøgnum tingviðgerðina uttan at lurta eftir andstøðuni og við 18 atkvøðum fyri og 17 ímóti. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 7634 Lisnar síður: 23889 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 28. august 2021 Tjóðveldi og Miðflokkurin ganga nú fram Stóru samgonguflokkarnir og eisini Javnaðarflokkurin ganga aftur SkrivaÐ: Tað sær ikki út til at eydnast Javnaðarflokkinum at koma upp á eina undirtøku umleið tey 30 prosentini í veljarakanningum. Veljaratølini hava seinastu veljarakanningarnar sæð gott út fyri Javnaðarflokkin, men í nýggjastu kanningini frá Spyr. fo, sæst ein markant afturgongd til Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 28,0 prosent av atkvøðunum. Gamaní, tað er framvegis ein stór framgongd í mun til tey 22,1 prosentini, sum flokkurin fekk á valinum fyri tveimum árum síðani. Men tað er eisini ein afturgongd upp á eitt heilt prosentstig í mun til seinastu spyr. fo-kanning, sum varð gjørd fyri tveimum mánaðum síðani. Við hesi niðurgongdini fer Javnaðarflokkurin eisini úr tíggju niður á níggju sessir í løgtinginum, um val var í dag. Tjóðveldi gongur fram Veljarakanningin skeiklar ikki javnvágina í løgtinginum, sum hevur verið galdandi í eina tíð. Núverandi andstøðuflokkar hava framvegis 18 umboð og samgonguflokkarnir 16. Í andstøðuni er tað nú Tjóðveldi, sum gongur fram. Síðani valið, tá Tjóðveldi fekk 18,1 prosent og seks tingsessir, hava kanningarúrslitini hjá flokkinum vagga eitt sindur upp og niður. Fyri einum ári síðani lá flokkurin beint oman fyri 16 prosent og stóð til at missa ein tingsess. Nakrar ferðir hevur flokkurin vaksið eitt sindur eisini, men ongantíð so mikið, at tað hevur útloyst sjeynda tingsessin. Ikki fyrr enn nú. Tá spyr. fo týsdagin spurdi 500 veljarar hvønn flokk tey høvdu valt nú, gjørdist undirtøkan hjá Tjóðveldi 19,8 prosent, ein framgongd á 2 prosentstig. Flokkurin er nú klárt triðstørsti flokkur, og stendur eisini til at hækka tingfólkatalið upp í sjey. Sambandi bløðir–Miðflokkurin vinnur Flokkurin hjá løgmanni, Sambandsflokkurin, sum júst hevur skift út í landsstýrismanningini við tí endamáli at bøta um støðuna hjá flokkinum, missir framvegis atkvøður í ólukkumát, og løgmansflokkurin er nú nógv tann minsti av teimum fýra stóru. Sambandsflokkurin gongur aftur við hálvumøðrum prosentstigi, fær nú undirtøku frá 16,3 prosentum av veljarunum, og stendur at fáa fimm umboð á tingi, tvey færri enn nú. Tað gongur eisini afturá hjá Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin gongur 0,8 prosentstig aftur í mun til kanningina fyri tveimum mánaðum síðani, fær nú undirtøku frá 20,6 prosentum. Tað gevur sjey umboð á tingi, sama sum seinastu kanning, men tvey færri enn flokkurin stóð til at fáa í líknandi kanning í mai. Hesaferð er tað Miðflokkurin, sum‘ bjargar’ støðuni hjá samgonguni. Miðflokkurin stendur til at fáa 7,7 prosent av atkvøðunum. Tað er tað mesta, sum flokkurin hevur fingið, síðan Portalurin/Blaðið Vikuskiftið fór undir samstarv við Spyr. fo um regluligar veljarakanningar á heysti 2018. Miðflokkurin fer við hesum góða úrslitinum eisini upp á trý umboð á tingi. Miðflokkurin staðfestir harvið eisini sína støðu sum tann størsti av teimum smáu, tí Framsókn stendur at fáa 5,3 prosent og varðveita síni tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýri við 2,3 prosentum heldur ikki hesaferð sær út til at fáa umboðan á tingi. Havast skal í hesum sambandi í huga, at tað er ein stórur partur av teimum spurdu, 9 prosent, sum ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja. Hædd skal eisini takast fyri eini óvissu á 3,7 prosent. Hvør tekur frá hvørjum? Um hugt verður nærri at tølunum í spyr. fo-kanningini, so sæst, at Tjóðveldi er tann flokkur, ið heldur nógv best upp á sínar veljarar. 90 prosent av teimum, ið siga, at tey valdu Tjóðveldi á valinum seinast, siga seg eisini at fara at velja Tjóðveldi nú. Tær atkvøður, sum Tjóðveldi missir av týdningi, fara til Fólkaflokkin, vísir matrisan hjá spyr. fo yvir veljaraflytingar. Eisini veljararnir hjá Javnaðarflokkinum eru trúgvir. 87 prosent siga seg fara at halda seg til sama flokk, sum til valið seinast. Eisini her gongur størsta talið af flytingum til Fólkaflokkin. Í trúskapi liggja framsóknarveljararnir á triðja plássi. 77 prosent siga seg fara at velja Framsókn aftur, um val var í dag. Framsókn á baki kemur Miðflokkurin, har 75 posent siga seg fara at velja Miðflokkin aftur. Tað løgna við Miðflokkinum í hesum sambandi er, at tey 25 prosentini, sum ikki siga seg fara at velja Miðflokkin, gera tað ikki tí tey ætla at velja ein annan flokk, men av tí, at tey siga seg ivast. Tað eydnaðist ikki spyr. fo-kanningini at finna nakran miðflokkaveljara frá seinast, sum sigur seg fara at velja ein annan flokk. Men tá tað kemur til smærru flokkarnar er talan um smá tøl, og harvið stóra óvissu. Tað er eisini galdandi fyri Framsókn, har onkur av teimum, ið svara, siga seg fara at velja annan flokk, men flest eru tó tey, ið eru í iva. Fólkaflokkurin missir til Sambandið og Sambandið til Javnaðin Hjá Fólkaflokkinum eru tað 62 prosent av teimum, sum valdu flokkin seinast, sum ætla at seta krossin á sama stað um val var nú. Fólkaflokkurin sær út til at missa atkvøður til Sambandsflokkin, og nakað til Javnaðar- og Miðflokkin. Mongdin av sambandsveljarum seinast, sum aftur fara at seta krossin við Sambandsflokkin nú, er 62 prosent. Heili 16 prosent av sambandsveljarunum siga nú, at tey fara at velja Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin missir eisini nakað til hinar flokkarnar, men tað er tó ikki eydnast í kanningini at finna nakran sambandsveljara frá seinast, sum ætlar at velja Fólkaflokkin. Mest ótrúgvu veljararnir eru tey, ið valdu Sjálvstýri seinast. Bert helmingurin, 50 prosent ætlar at velja Sjálvstýri aftur. Her eru tølini eisini smá, og óvissan tí stór, men tað tykist greitt, at flestu atkvøðurnar sum Sjálvstýri missir, fara til Javnaðarflokkin. Av teimum, sum ikki høvdu valrætt seinast, sær út til, at flestu atkvøðurnar fara til Fólkaflokkin, og hetta er eisini galdandi fyri tey, sum ikki vóru á vali seinast. Men her er talan um smá tøl og tí um stóra óvissu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 Veljararnir vórðu bidnir um at meta um avrikið. “ Hvussu heldur tú samgongan sum heild hevur klárað seg síðani valið?” , ljóðaði spurningurin, og veljarin hevði so møguleika at geva karakterin 1 til 5. Miðaltalið gjørdist 2,9–altso beint undir miðal. Tað er sama miðaltal, sum samgongan fekk tá sami spurningurin varð settur fyri tveimum mánaðum síðani. Munurin frá kanningini nú og kanningini 29. juni er, at veljararnir hjá samgonguflokkunum geva egnu samgongu teirra eitt sindur verri ummæli nú. Í juni mánaða fekk samgongan karakterin 4,1 frá egnum veljarum. Nú er miðaltalið 3,9. Gongur tað bara nøkulunda hjá samgonguni, so gongur tað verri hjá andstøðuni. Tí veljararnir fingu eisini sama spurning, men um andstøðuna. Og her gjørdist miðalkarakterurin 2,7, sum má metast at vera óvæntað lágt, tí sjálv veljarakanningin annars gevur andstøðuflokkunum meiriluta um val var í dag. 2,7 er eisini minni enn fyri tveimum mánaðum síðani, tá andstøðan ummælið 2,9 frá øllum veljarum, eins og samgongan fekk. Sambandsveljarar jaligir–tjóðveldisveljarar neiligir Kava vit longur niður í tølini hjá Spyr. fo, so síggja vit, at sambandsveljararnir eru teir, sum geva samgonguni besta ummæli hóast ummælið hjá bæði sambands- og fólkafloksveljarunum verður rundað til 4,0. Miðflokkaveljararnir eru meira skeptiskir, 3,6. Lakast ummæli fær samgongan frá tjóðveldisveljarum (1,9) og javnaðarveljarum (2,2). Tá tað kemur til ummælið til andstøðuna, er tað áhugavert, at bara veljararnir hjá Javnaðarflokkinum geva andstøðuna oman fyri miðal. Javnaðarveljarar geva egnu andstøðu ummælið 3,3, meðan tjóðveldisveljarar liggja beint undir miðal, tó avrundað til 3,0 og framsóknarveljarar á 2,6. Heili 17 prosent av veljarunum hjá Framsókn og 12 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi halda, at andstøðan hevur klárað seg‘ sera illa’. Hjá javnaðarveljarunum er tað bara 4 prosent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 4 Leygardagur 28. august 2021 Meirilutin ynskir ikki flóttafólk til Føroya Spyr. fo: Ein góður helmingur av veljarunum er ímóti, at vit taka ímóti einum lutfalsligum parti av flóttafólkum úr Afganistan (Mynd: EPA) SkrivaÐ: 53 prosent av føroysku veljarunum halda ikki, at Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki úr Afganistan. Spyr. fo gjørdi týsdagin eina kanning, har 500 veljarar fingu henda spurningin:“ Heldur tú, at Føroyar skulu taka ímóti okkara lutfalsliga parti av flóttafólkum úr Afganistan?” . Bert ein knappur triðingur, 32 prosent, svaraði ja, meðan ein stórur helmingur, 53 prosent svaraði nei. Sostatt bendir okkurt á, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og landsstýrið hava stuðul í fólkinum í síni støðutakan viðvíkjandi flóttafólkum. Meira enn tríggir fjórðingar av veljarunum hjá samgonguflokkunum, hava somu støðutakan. Millum andstøðuveljarar tekur ein góður triðingur, 34 prosent, undir við samgonguni, og svarar nei til spurningin, meðan 52 prosent av andstøðuveljarunum halda, at vit skulu taka ímóti flóttum úr krígsherjaða Afganistan. Heldur hjálpa í heimlandinum Tey 53 prosentini, sum svaraðu‘ nei’ til spurningin, fingu eisini ein uppfylgjandi spurning, nevniliga“ Hví ikki?” . Her siga tey flestu–18 prosent–at vit heldur skulu hjálpa flóttafólkunum í heimlandi teirra, 14 prosent halda, at føroyska samfelagið er ov viðbrekið, 13 prosent halda, at vit ikki eru før fyri at veita hesum fólkum hjálp í Føroyum og 6 prosent óttast sonevndar“ subkulturar”, sum var ein av grundgevingunum hjá løgmanni fyri ikki at taka ímóti flóttafólkum úr Afganistan. Sí úrslitini í grafikkinum niðjast í greinini 76 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða fyri samgonguflokkunum, svaraðu nei upp á spurningin um at taka flóttafólk til Føroyar. Nógv flestu av hesum–29 prosent–siga, at vit heldur skulu hjálpa fólkunum í heimlondum teirra. 34 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða fyri einum av flokkunum í andstøðuni, svaraðu nei upp á spurningin, men her vóru orsøkirnar meira javn býttar millum tríggjar av svarmøguleikunum, eins og tað eisini sæst á grafikkinum herundir. Spyr. fo hevur eisini hugt eftir hvønn hugburð veljararnir hjá teimum einstøku flokkunum hava, men tá hugt verður so“ langt niður” í kanningina, gerst óvissan rættiliga stór. Men tølini vísa, at sambandsveljarar eru meira ivandi enn fólkafloksveljarar, hóast stórur meiriluti sigur nei til flóttafólk. Meirilutin av nei-sigarum í Miðflokkinum er ikki eins stórur og hjá hinum samgonguflokkunum. Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini ein meiriluta av veljarum, sum ikki halda, at vit skulu taka ímóti flóttafólkum. Hinir tríggir andstøðuflokkarnir ganga inn fyri at taka ímóti flóttafólkum. Mest sannførd eru tjóðveldisveljarar, har heili 60 prosent svaraðu ja upp á spurningin. Í Framsókn svaraðu 53 prosent ja, meðan hjá Javnaðarflokkinum er tað minni enn helmingurin, 48 prosent, ið sigur ja. Hinvegin eru tað nógvir javnaðarveljarar, 18 prosent, sum ivast í spurninginum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 5 Størv Starvsfólk til Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági 45 prosent svara ja til spurningin“ Fer tað at gagna Sambandsflokkinum, at Helgi Abrahamsen er skiftur út við Magnus Rasmussen sum landsstýrismaður við vinnu- og unhvørvismálum?” 17 prossent svara nei upp á spurningin, meðan 37 prosent siga seg ikki vita. Millum veljararnar hjá núverandi samgonguflokkunum svaraði ein meiriluti, 55 prosent, at tað fer at gagna Sambandsflokkinum. Spyr. fo setti eisini henda spurningin:“ Hvussu væntar tú, at Magnus Rasmussen fer at røkja málsøkið samanborið við Helga Abrahamsen?” Ein lítil helmingur, 48 prossent, av veljarunum væntar, at nýggi landsstýrismaðurin fer at klára seg betri, og millum veljararnar hjá samgonguflokkunum eru væntanirnar enn hægri: 54 prosent vænta at Magnus fer at klára sesg betri. Sí úrslitið av kanningini herundir (trýst á merkið fyri at vaksa um myndina): Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021 7 Leygardagur 28. august 2021-Eitt heitt bað og so skal eg sova 18 túrar niðan á Slættaratind út í eitt krevur sítt. Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar-Eg eri mega troyttur, men hetta er fantastiskt. Tað var ein troyttur Jákup Petur Eliassen, sum vit fingu orðið á, tá hann og systkinabarnið, Ken Bærendsen, fyri átjandu ferð út í eitt komu oman av Slættaratindi um middagsleitið leygardagin. Teir báðir gjøgnumfjørdu“ Everesting” upp á Slættaratind, og tað upp á beint yvir eitt samdøgur. Á middegi fríggjadagin settu teir hol á hesa royndina, og 24 tímar og 42 minuttir seinni høvdu teir gingið 8.946 hæddarmetrar, sum er á leið 100 metrar hægri enn Mount Everest. (Mynd: Súsanna Andreasen) Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar, og 124.000 fet. Jákup Petur Eliassen segði at hann eina løtu ivaðist í um teir fóru at klára at gjøgnumføra. Áðrenn teir byrjaðu, ivaðist hann eisini um rættast var at avlýsa. -Ætlanin var at gera hetta á longsta degi, men av ymsum orsøkum bleiv tað ikki. Nú er myrkt um næturnar. -Men um vit ikki gjørdu tað nú, so var øll venjingin farin til spillis. Vit hava vant fram ímóti hesum, og verið á Slættaratindi fleiri enn 100 ferðir í tí sambandi. Serliga gjøgnum náttina var tungt hjá teimum báðum. Tað var myrkt, og kalt og kroppurin hevði brúk fyri at sova, greiddi Jákup Petur Eliassen frá. Ken Bærendsen (Mynd: Sverri Egholm) Eisini hevur tað verið tungt fyri serliga knøini at ganga oman aftur, men á síðsta túrinum um middagsleitið gekk skjótt. Tá runnu tey oman. Jákup Petur Eliassen ásannaði tó, at tað nú verður gott at sleppa heim. -Nú verður gott at koma heim at hvíla seg. Eg skal hava eitt heitt bað, og so at sova, segði hann. Á túrinum vóru teir ongantíð einsamallir. Tað var ikki nakað planlagt, men sjálvt í myrkrinum um náttina vóru fólk og gingu saman við Jákup Peturi og Ken. Og tá teir komu á málstrikuna, vóru nógv fólk og tóku ímóti á Eiðisskarði. Orsøkin til at hesir túrarnir vóru gjørdir var fyri at seta fokus á Eydnudeildina. Tey sum ynskja at stuðla kunnu senda pening á konto 9865-313.546. 7. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021 Katrin fekk í gjár handað 150.000 krónur frá Prinsesse Benedikte fyri sítt sjálvbodna arbeiði í CP-Føroyar, har fysioterapeuturin er forkvinna Katrin Jacobæus og Prinsesse Benedikte (Mynd: CP Danmark) SkrivaÐ: Agnar Prestá Helene Elsass heiðurin verður givin persóni, ið hevur gjørt eitt serliga stórt arbeiði fyri fólk við spastiskum lammilsi, og talan er um eina tí størstu virðisløninina fyri sjálvboðið arbeiði, ið verður latin í Danmark, skrivar Kringvarpið. Tað varð ein føroyingur, sum í ár fekk serstaka heiðurin. Talan er um 40-ára gomlu Katrin Jacobæus, ið til dagliga starvast sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum. -Uttan nakra aðra orsøk ella ætlan um at hjálpa øðrum fólki hevur Katrin Jacobæus arbeitt fyri at betra um korini um umstøðurnar hjá fólkum við cerebral parese í Føroyum Myndir: CP Danmark Soleiðis skrivar landsfelagi fyri cerebral parese í Danmark millum annað í sínari grundgeving fyri, at føroyski fysioteraputurin í gjár fekk heiðurin og virðislønina á 150.000 krónur handaða frá H. K. H. Prinsesse Benedikte í Keypmannahavn. Sagt varð, at tað er sera avbjóðandi at arbeiða sjálvboðið fyri fólki við CP í Føroyum, men tað er tað, sum forkvinnan í CP-Føroyar, ið fyrr kallaðist Spastikarafelagið, hevur gjørt. 40-ára gamla Katrin Jacobæus hevur arbeitt við at fáa størri fokus á CP og at millum annað fáa betri viðgerð fyri tað í Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 9 Leygardagur 28. august 2021 Logn: Line legði Norðlýsið at við fullum seglum Er í Føroyum fyri at leggja manningini lag á at sigla við skonnartseglum Line Bøge Wessel (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Óvanliga stilt veður hevur verið í dag. Veðurtíðindini boðaðu frá logn, og tað helt manningin umborð á Norðlýsinum mátti markerast onkursvegna. Tað varð gjørt við, at Norðlýsið legði at undir Bryggjubakka við fullum seglum, tá skonnartin seinnapartin kom á Havnina eftir ein góðan túr við svenskum gestum rundan um Nólsoynna við einum støðgi í Nólsoyarbygd har ein máltíð varð etin. (Mynd: Sverri Egholm) Tað er ikki á hvørjum degi, at líkindi eru at hava seglini uppi, tá ligið verður við bryggju. Men tað bar til í dag. -Hetta er kanska ikki fyrstu ferð, at Norðlýsið er komið at bryggju í Havn við fullum seglum, men hetta er í hvussu so er fyrsta ferðin við eini kvinnu við stýrisvølin, segði skiparin og reiðarin, Hans Andrias Kelduberg, tá skipið lá trygt undir Bryggjubakka. Hann sipar til Line Bøge Wessel, sum seinastu vikurnar hevur siglt við Norðlýsinum, og við tryggari hond eisini stundum hevur havt vaktina við stýrisvølin í ferðafólkasigling millum oyggjarnar. Line hevur pappír sum‘ kystskipper’, men hevur eisini staðið skipsføraraprógv, men vantar tó nakað av siglingstíð áðrenn kon kann kalla seg skipsførara. Hóast unga aldurin, er hon so mikið roynd at sigla við skonnartum, at hon er boðin til Føroya at leggja manningini á Norðlýsinum lag á at sigla við skonnartseglum. Eftir at hon var við skúlaskipinum Georg Stage, hevur Line siglt við fleiri ymsum donskum seglskipum, eitt nú Bonavista og Fylla. Gomlu træseglskipini hava hennara stóra áhuga, og tað er eisini innan hesa sigling, hon ætlar sær at gera seg galdandi í framtíðini. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 10 Leygardagur 28. august 2021 Juli setti met í hotelgistingum Ongantíð fyrr hava so nógv gist á føroyskum hotellum sum í juli 2021 (Savnsmynd) SkrivaÐ: Ongantíð fyrr hava so nógv fólk gist á føroyskum gistingarhúsum sum í juli mánaða í fjør. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya yvir gistingar í Føroyum. 31.268 gistingar er tað hægsta talið, ið nakrantíð er skrásett fyri gistingar í ein einstakan mánaða. Í mun til juli-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við knappliga 50 prosentum. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25 prosent, skrivar Hagstovan. Í juli í ár vóru knappliga 31.300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36 prosent í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70 prosent. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 10.800 í tali í juli, sum er 35 prosent meira enn í juli í fjør. Vøksturin er 4 prosent meira enn sama mánað í 2019. Talið av innskrivingum er sostatt ikki økt eins nógv og talið av gistináttum, sum merkir, at tey vitjandi hava gist fleiri nætur, skrivar Hagstovan. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 75 prosent av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 90 prosent, sum er tað hægsta, ið hevur verið. Men síðan tá, er talið av kømrum økt munandi í Føroyum, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021 11 Leygardagur 28. august 2021 Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum á sama stigi sum í fjør Fyrra hálvár í ár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur, ið er tað sama sum fyrra hálvár í fjør (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 4,1 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør, men verður bara hugt at fiskavøruútflutninginum, er hann áleið tann sami, sum í fjør. Fyrra hálvár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur. Fyrra hálvár varð útflutt minni av makreli. Í ár vórðu útflutt 10.000 tons, meðan nøgdin í fjør varð 36.000 tons. Útflutningsvirðið í ár er 102 milliónir, meðan tað var 421 milliónir í fjør. Laksaútflutningurin er tó vaksin aftur, og har er útflutt fyri nærum tveir milliardir krónur fyrra hálvár. Nøgdin er 38.000 tons, og tað er tað mesta nakrantíð eitt hálvár, skrivar Hagstovan. Útflutningurin av botnfiskasløgunum toski, upsa og hýsu er tó eisini minkaður. Mest fyri toskin–12 prosent–og minst fyri hýsu, har minkingin er eitt prosent. Í nøgd er útflutningurin av hýsu tó vaksin úr góðum 3.600 tons í fjør, til nærum 4.000 tons í ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 Fyrra hálvár í ár innfluttu vit fyri 300 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør (Savnsmynd) SkrivaÐ: Fyrra hálvár í ár innfluttu vit fyri 4,2 milliardir krónur. Tað eru 300 milliónir meira enn fyrra hálvár í fjør–ein vøkstur á 7,6 prosent. Um skip of flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin. nærum 11 prosent, skrivar Hagstovan. Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í teimum flestu av hinum vørubólkunum er talan um ein vøkstur. Størsti vøksturin er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna", har innflutt er fyri 150 milliónir krónur meira–ein vøkstur á 44 prosent. Eisini er stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu–ein vøkstur á 12 prosent. Eisini hava vit brúkt meira uppá innflutning av brennievni, tó at nøgdin er minkað uml. 11 prosent. Virðið er tó vaksið við 17 prosent, skrivar Hagstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 13 Leygardagur 28. august 2021 Sjúkrahúsverkið hevur nýtt umleið 30 milliónir til koronukanningar Harav eru tólv og ein hálv millión flutt til Thetis fyri greiningar, løn og útgerð. So at siga restin er farin til Heilsufrøðiligu Starvstovuna, ið stendur fyri greiningum. Hetta útgreinar Kaj Leo Holm Johannesen í svari uppá fyrispurning frá Beintu Løwe SkrivaÐ: Agnar Prestá Í svari uppá grein 52 fyrispurning frá Beintu Løwe um koronukanningar avdúkar landstýrismaðurin, at tær beint yvir 402.000 koronukanningarnar í Føroyum hava kostað sjúkrahúsverkinum umleið 30 milliónir krónur-tað eru umleið 15 milliónir fyri hvørt árið. Í fyrispurninginum vildi landstýriskvinnan fyri Tjóðveldi vita, hvussu nógv landið/heilsuverkið hevið rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum síðani mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og higartil í ár. Í viðmerkingunum nevndi Beinta Løwe, at Landssjúkrahúsið í fjør valdi at útveita COVID-19 kanningar til privatar fyritøkur. Beinta Løwe setti fram spurningin, nú eitt og eitt hálvt ár eftir, at koronafarsóttin gjørdi sítt inntriv í føroyska samfelagið Landstýrismaðurin hevur avmakrað svarið til at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri. Hann nevnir, at síðani á heysti í fjør hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis um at skipa og standa fyri koronukanningunumá Eystaru bryggju í Havn. Í stuttum kann sigast, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar kanningar fyri Sjúkrahúsverkið, ið saman við Thetis ger koronukanningar í Føroyum. Sjúkrahúsverkið hevur evstu ábyrgdina av teimum kanningum, ið verða framdar í sjúkrahúsverkinum, verður sligið fast í svarinum. Kaj Leo Holm Johannesen upplýsir, at av teimum umleið tretivu milliónunum eru 16,5 milliónir fluttar Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri greiningar av kanningum, og 12,6 milliónir eru fluttar til kanningarstovuna Thetis fyri greiningar, løn til tey, sum potað, umframt tað tilfar, sum er neyðugt í sambandi við kanningarnar, t. d. verndarúgerð, potipinnar og gløs. Harumframt eru umleið 900 krónur goldnar til Smyril Line fyri at samskipa fyri sjúkrahúsverkið í mun til kanningar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 14 Leygardagur 28. august 2021 Strika kravið um koronukanning við landamørkini Tað verður nú mett ráðiligt, at lata fólk koma til landið uttan koronukanning. Kanningarnar halda uppat 31. august (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tann 1. september verður ikki kannað fyri koronu við landamørkini longur. Í longri tíð hava vit verið von við at latið okkum kanna við komu, og rinda fyri 390 krónur fyri kanningina. Hetta hevur verið eitt krav. Men nú steðgar hendan skipanin. Tað hevur farsóttarnevndin gjørt av á fundi í dag, upplýsir formaðurin í nevndini fyri útvarpinum. -Fyrr ella seinni fóru vit at gevast við at kanna fólk fyri koronu við landamørkini. Áður hava vit hugsað um tíðin var komin, men eitt smittuútbrot í juli gjørdi, at vit hildu fram við kanningunum til 31. august, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini við útvarpið. Nú verður mett, at tað er ráðiligt at gevast við hesum. -Við útbreiðsluni av koppingarevninum og núverandi smittustøðuni, halda vit at tað gevur meining at steðga við kanningunum, sigur Michael Boolsen, fúti. Tilmælini í løtuni eru tey, at eisini lata seg kanna á fjórða degi, men hvussu verður við hesum, er enn ógreitt. Farsóttarnevndin hevur givið landsstýrinum síni tilmæli, og um nakrar dagar verður væntandi greitt hvørji hesi vera. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 15 Leygardagur 28. august 2021 Nýtt koronufrábrigdi ger um seg í fleiri londum Tilburðir av AY. 3 og B. 1.621 eru staðfestir í millum annað Danmark og Noregi, og frábrigdi kann vísa seg at vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, hóast serfrøðingar meta, at tað er heldur tíðliga at staðfesta Mynd: Ólavur Frederiksen SkrivaÐ: Agnar Prestá Eitt nýtt frábrigdi av koronu er farið at gera um seg ymsastaðni. Serliga er tað í amerikansku statunum Mississippi og Missouri, at nógvir tilburðir av AY. 3 og B. 1.621 eru at síggja-áleið 40 prosent av øllum sum eru. Talan er um eitt frábrigdi, sum hevur sín uppruna í Kolumbia, og sum sambært Reuters fyrstu ferð var at síggja har í januar. Berlingske skrivar, at frábrigdi kann vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, ið hevur verið tað mesta vanliga í teimum flestu londunum í longri tíð. Serfrøðingar ivast tó, um tað verður soleiðis, og Mads Albertsen, professari i "DNA-sekvensering" sigur við miðilin, at tað í øllum førum er ov tíðliga at siga. Norska Dagbladet skrivar, at sjey tilburðir av B. 1.621 eru staðfestir í Danmark. Norskir myndugleikar staðfesta, at nakrir tilburðir hava verið í Noreg, men alt ov fáir til at tað vekir stúran. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 16 Leygardagur 28. august 2021 Danmark: Allar koronuavmarkingar úr gildi 10. september Covid-19 verður ikki roknað fyri at vera samfelagskritiskt longur. Kravið um koronupass fer úr gildi (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Sverri Egholm Danir meta frá 10. september, at covid-19 ikki er samfelagskritisk sjúka. Tað hevur danska stjórnin avgjørt, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni. Sostatt fara allar koronuavmarkingar úr gildi hendan dagin. Tað vil siga, at tað ikki longur verður neyðugt við koronupassi til størri tiltøk og í náttarlívinum, verður sagt í fráboðan. -Undirtøkan av koppsetingini í Danmark er høg, og tamarhald er á farsóttini, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri. Hetta var harvið fyribils endin við 18 mánaðum við koronuavmarkingum í Danmark. Fyrstu avmarkingarnar vóru settar í verk tann 11. mars í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 17 Leygardagur 28. august 2021 Stjórin nøgdur við hálvársúrslitið hjá Bakkafrost Úrslitið fyri annan ársfjórðing kunngjørt í morgun: Yvir 400 milliónir í rakstrarúrsliti Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár var 407,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 28.200 tons, harav 17.600 tons vórðu tikin í Føroyum og 10.600 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 57,4 milliónir krónur. Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 428,1 milliónir krónur í mun til 471,7 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri fyrra hálvár var rakstrarúrslitið 631 milliónir krónur í mun til 430 milliónir krónur sama tíðarskeiðið 2020, og úrslitið eftir skatt var 836 milliónir krónur fyrra hálvár 2021 mótvegis 324 milliónum sama tíðarskeið í 2020. (Mynd: Bakkafrost) Væl nøgd við úrslitið Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:-Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin hevur verið merktur av korona farsóttini, men hóast hetta er marknaðurin batnaður nógv í hesum ársfjórðinginum. -Serliga er hettar galdandi fyri amerikanska marknaðin, ið er vaksin nógv. Altjóða tøkan av laksi øktist bert eitt prosent í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tó eru munandi nøgdir av frystum laksi, ið hevur ligið á goymslu, eisini seldar á heimsmarknaðin. Tískil øktist samlaða útboðið av laksi nærum 9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. -Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 og fyrru helvt av 2022 góð, tí nógv minni av laksi kemur á marknaðin samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. -Vit eru serstakliga væl nøgd við at okkara smoltstøðir í Føroyum áhaldandi mennast. Í hesum ársfjórðingi hava vit sett út 3,2 milliónir smolt í Føroyum við miðalvekt uppá heili 422 gramm. Sostatt eru vit næstan komin á mál í mun til strategiina hjá okkum um at ala stór smolt við miðalvekt á 500 gramm. Útbyggingarnar av okkara smoltstøðum ganga sum heild væl, bæði í Føroyum og í Skotlandi, har størri og betri smolt fer at hava sera stóra jaliga ávirkan á alingina. Tískil er hettar høgt raðfest í okkara umfatandi íløguætlan fyri virksemið í Føroyum og Skotlandi. -Íløguætlanin gagnar eisini samfelagnum sum heild, tí nærum tveir triðingar av teimum vørum og tænastum vit keypa, eru frá lokalum veitarum. Í fyrru helvt av 2021 hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 876 milliónir krónur og fyri 500 milliónir krónur í Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 18 Leygardagur 28. august 2021 Norðoya Sparikassi 10,4 milliónir í avlopi fyrra hálvár Hetta er í mun til níggju milliónir sama tíðarskeið í fjør (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 milliónir krónur sammett við 6 milliónir sama tíðarskeið í 2020. Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 milliónir krónur fyrra hálvár í mun til 9 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Útlánini øktust frá 1.990 milliónum til 2.011 milliónir krónur, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Innlánini lækkaðu frá 2.469 til 2.453 milliónir krónur, ið svarar til eina minking á 0,6 prosent. Innlánsavlopið var 442 milliónir krónur pr. 30. juni 2021. Lyklatalið fyri gjaldføri–LCR–var uppgjørt til 274 prosent pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 prosent. Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 prosent, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 prosent. Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 19 Leygardagur 28. august 2021 Tjóðveldi latið tinginum uppskot um stórhøll til ítróttin Føroyar eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv, heldur Tjóðveldi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tjóðveldi hevur sent Løgtinginum uppskot, har landsstýrið verður biðið um beinanvegin at kalla inn kommunur og privatar íleggjarar til tess at gera avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk. –Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti. Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald. –Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og materiellum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi. Seinastu árini hava kommunur og land gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt, men kortini eiga Føroyar onga høll, sum lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar, og Føroyar eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv, heldur Tjóðveldi. –Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava í seinastuni umrøtt og tikið ymisk stig til tess at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum o. a. Tað er at fegnast um, men landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina veruliga tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa. Tí eigur Løgtingið at biðja Landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman um at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat í felag byggja og fíggja høllina. Tjóðveldi heldur ikki, at tað er avgerandi, hvar í landinum ein slík høll verður bygd, men at hon verður bygd sum skjótast. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 20 Leygardagur 28. august 2021 Stórhøll skal verða liðug um tvey ár Ein stórhøll skal byggjast í Hoyvík fyri 217 milliónir krónur, og skal hýsa 3000-4000 fólkum til hondbóltsdyst. Í næstum fer borgarstjórin at leggja uppskot fyri býráðið Hendan høllin er teknað við norskari fyrimynd, og kom fram undir valstríðnum í fjør hjá Tróndi Sigurðsson, býráðslimi fyri Javnaðarflokkin SkrivaÐ: Sverri Egholm Høllin er teknað, staðsetingin er komin upp á pláss og kostnaðurin er eisini komin upp á pláss. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við útvarpið í kvøld. Prát hevur verið um stórhøll í fleiri ár, og nú er okkurt sum bendir á, at hetta verður veruleiki. Sambært borgarstjóranum, skal høllin standa klár um eini tvey ár. Ætlanin er at byggja hana við Stórutjørn í Hoyvík. Høllin skal hýsa 3000-4000 fólkum til hondbóltsdyst, og skal eisini kunna nýtast til konsertir, samkomur og annað. Sum skilst er áhugi frá grunnum og privatum fyritøkum, og tí stendur høvuðsstaðarkommunan ikki einsamøll við íløguni. Heðin Mortensen væntar, at Tórshavnar kommuna fer at rinda 80-100 milliónir av verkætlanini. Á Strondum er ein áhugabólkur eisini í holt við verkætlan um stórhøll. Lagt verður upp til at landið rindar 70 prosent av verkætlanini, og kommunan restina. Stórhøllin á Strondum verður mett at kosta millum 80 og 100 milliónir. Stórhøll á Strondum Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 21 Leygardagur 28. august 2021 Kunnu ikki gera alt samstundis Minnilutin í Tórshavnar býráð saknar eina langtíðaríløguætlan frá borgarstjóranum. Um skattaprosentið ikki skal hækka ella eitt risa lán skal takast, ber ikki til at gera so nógv samstundis. Minnilutin spyr eisini hvar Ellis og røktarheimið í Havn bleiv av Annika Olsen, Jákup Dam, Gunvør Balle og Elsa Berg eru partur av minnilutanum í býráðnum í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Minnilutin í Tórshavnar býráði er farin at ótolnast eftir Ellis- og røktarheiminum, sum skuldi byggjast í Havn, nú borgarstjórin kemur við útmeldingum um stórar íløgur. -Staðsetingin varð samtykt í býráðnum, og 4 milliónir vórðu settar av í fíggjarætlanini fyri 2021 til fyrireikingar og projektering, soleiðis at arbeiðið við at byggja ellis- og røktarheimið kundi fara í gongd í 2022. Eitt tað fyrsta sitandi býrað gjørdi var broyta staðsetingina í Hoyvík, og enn er ongin nýggj staðseting komin fyri býráðið, og heldur ongin fyrireiking ella projektering av heiminum er farin í gongd. Ellis- og røktarheimið hevur sostatt onga viðgerð fingið í eldranevndini, fíggjarnevndini ella býráðnum, sigur minnilutin í fráboðan. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði fyrr í vikuni, at stórhøll skal byggjast í Hoyvík, og kostnaðurin fer at vera 217 milliónir krónur. Eftir ætlan verður klárt um eini tvey ár, væntar borgarstjórin. -Nýggja ellis og røktarheimið er mett at kosta áleið 150-170 milliónir krónur og við einum árligum íløgukarmi á 180-200 milliónir, verður tað trongt við bæði langhyli (200 milliónir), innkomuvegi (265 milliónir), stórhøll (217 milliónir), ellis og røktarheim fyri 170 milliónir umframt allar aðrar íløgur í dagstovnar, vegir, kloakkir, gøtur, grøna orkuskiftið v. m, sigur minnilutin í býráðnum. -Hóast vit øll fegin ynskja allar hesar iløgur, so er greitt, at tað skal ein raðfesting til, ein langtíðaríløguæltan, sum greitt sigur borgarunum í Havn, nær tey kunnu vænta at hesar íløgur verða framdar. Eitt er vist, tað ber ikki til at gera allar í senn, uttan at skattaprosentið hækkar eini 2 prosent (hvørt skattaprocent kostar 40 milliónir) ella at kommunan tekur eitt risa lán. Minnilutin í Tórshavnar býráði er Gunvør Balle, Elsa Berg, Jákup Dam, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 Leygardagur 28. august 2021 Havstovan og Vinnuháskúlin í samstarvi Avtala er gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at havrannsóknarskipið Jákup Sverri fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið Jákup Sverri fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum. –Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent m. a. Smyril Line, Skansi Offshore, Thor Offshore og Bakkafrost sum útbúgvingarstøð fyri aspirantar, og við avtaluni við Havstovuna legst ein møguleiki aftrat hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð við skipum í serflokki, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið undir lesnaðinum, eins og kent er úr útlondum. –Havstovan vil við hesum fegin vera við til at leggja fleiri lunnar undir møguleikarnar hjá aspirantum, sigur Annfinn Hjelm, reiðari á Jákup Sverra og leggur afturat:–Tað er sjálvsagt at gagnnýta framkomna skipið til at geva aftur til føroyska samfelagið og á hendan hátt at viðvirka til at fáa enn fleiri vælútbúgvin fólk at søkja sjógvin. Havrannsóknarskipið Jákup Sverri siglir eftir fastlagdari ætlan fyri eitt ár í senn. Fyribils er ætlanin at hava ein brúgvaaspirant knýttan at skipinum í senn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021 23 Leygardagur 28. august 2021 Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið nýggjan hagtalsportal Nýggja og meiri umfatandi greiningin fevnir sum nú er, um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinni eisini at fevna um hagtøl frá til dømis eftirlitsvirksemi. Við nýggju skipanini ber eisini til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur lagt til rættis eina nýggja og meiri umfatandi hagtalsgreining av dátum hjá stovninum. Greiningin fevnir sum nú er um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinri eisini at fevna um hagtøl frá t. d. eftirlitsvirksemi. Gamla skipanin kundi einans greina dáturnar út frá á kyni, skaðaári og vinnugrein. Við nýggju skipanini ber til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum, sum til dømis: Skaðaár, Kyn, Aldur, Starvsaldur, Vinnugrein, Slag av skaða, Skaðaháttur, Arbeiðsuppgáva, tá ið óhappið hendi, Útbúgvingarstig, Nær í arbeiðstíð óhappið hendi og Tjóðskapur Eftir tilmæli frá Hagstovuni er vinnugreinabýtið í skipanini sett upp eftir evropeiska NACE leistinum og útbúgvingarflokkingarnar gjørdar eftir ISCED leistinum hjá UNESCO. Ymiskar aðrar flokkingar eru gjørdar eftir sama leisti sum hjá øðrum norðurlendskum arbeiðsumhvørvismyndugleikum, soleiðis at føroysku hagtølini um arbeiðsóhapp nú í nógv størri mun enn áður kunnu samanberast við hagtølini frá norðurlendsku grannalondunum. Higartil ber til at gera greiningar yvir arbeiðsóhapp, sum eru fráboðað myndugleikanum í 2019 og 2020. Hagtølini frá árgangunum 2010-2018 verða væntandi tøk seinni í ár. Fyri at gera hagtølini atkomulig, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ment ein hagtalsportal á heimasíðuni hjá stovninum. Á hagtalsportalinum ber til at gera ymiskar greining av arbeiðsskaðahagtølum. Hagtøl av hesum slag eru avgerandi fyri, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar virksemið við eftirlitum og øðrum fyribyrgjandi átøkum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 24 Leygardagur 28. august 2021 Unn Jakobsen nýggjur tannlæknastjóri í høvuðsstaðnum Hon avloysir Sigrid Arge, sum hevur verið stjóri í barnatannrøktini síðani 1996 Sigrid Arge og Unn Jakobsen (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Herfyri boðaði Sigrid Arge frá, at hon tann 31. august 2021 fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu fyri aldur. Sigrid Arge hevur starvast á tannlæknastovuni síðan 1982, fyrst sum tannlækni og síðan 1996 sum tannlæknastjóri, tá hon avloysti Erling Simonsen. Hesi 25 árini, sum Sigrid Arge hevur verið stjóri, eru stórar broytingarnar farnar fram á økinum. Lógin fevnir nú um ókeypis tannrøkt til øll børn og ung 0-18 ár, harundir eisini tannrætting. Samanborið við 1996 er barnatalið í skipanini hjá Tórshavnar kommunu trífaldað, samstundis sum tannheilsan hjá børnum og ungum er betrað munandi. Sum nýggjan tannlæknastjóra hevur Tórshavnar kommuna sett Unn Jakobsen í starvið. Unn Jakobsen varð útbúgvin tannlækni í 1993 og hevur drúgvar royndir sum barnatannlækni bæði í Danmark og í Føroyum, harímillum 18 ár í tannlæknastovuni í Havn. Unn Jakobsen hevur eisini granskað innan økið, og saman við Sigrid Arge hevur hon eisini gjørt tær afturvendandi frágreiðingarnar um tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum, umbiðið av Heilsumálaráðnum. Seinastu umleið 4 árini hevur hon verið leiðari av barnatannarøktini í Klaksvíkar kommunu. Unn Jakobsen byrjar í starvinum sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu tann 1. september 2021. Í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu eru umleið 20 ársverk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, men hevur eisini tannlæknastovur í Skúlanum á Argjahamri, í Kollafjarðar skúla og í samstarvi við kommunurnar i Sandoynni eisini á Meginskúlanum á Sandi. Harumframt er tannrættingarstovan í Skúlanum við Løgmannabreyt. Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.100 børn og ung, og figgjarætlanin er umleið 13 milliónir krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021 Kristina Háberg sett sum leiðari fyri Sosialu deild í Tórshavnar kommunu Sosiala deild umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og Kristina hevur áður starvast júst har. Sosialráðgevin hevur í tvey ár verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur Mynd: torshavn. fo SkrivaÐ: Agnar Prestá Tórshavnar kommuna boðaði í vikuni frá, at Kristinu Háberg er sett í starv sum leiðari fyri Sosialu deild. Kristina Háberg er útbúgvin sosialráðgevi og cand. pæd. psyk. Hon hevur arbeitt sum sosialráðgevi við børnum og ungum í Keypmannahavnarøkinum og í Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Síðani 2019 hevur Kristina Háberg verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum. Nú er hon byrjað í nýggjum starvi. Sosiala deild í landsins størstu kommuni umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og á deildini eru umleið 22 ársverk. Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur, skrivar torshavn. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 26 Leygardagur 28. august 2021 30 ár á kommunuskrivstovuni í Sandavági Seinasta mikudag var móttøka fyri Albert Thomassen, sum 1. august hevði verið í føstum starvi hjá kommununi í 30 ár Albert Thomassen, fíggjarleiðari í Vága kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Vága kommuna) SkrivaÐ: Seinasta mikudag var móttøka á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í sambandi við, at Albert Thomassen, fíggjarleiðara í Vága kommunu, hevur haft sína føstu gongd á kommunuskrivstovuni í 30 ár. Tað var 1. august 1991, at Albert Thomassen byrjaði í føstum starvi, í tá Sandavágs kommunu, sum skrivari, og tískil vóru tað 1. august 2021 liðin 30 ár síðan hann fekk sína føst gongd á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrstu tíðina var hann einsamallur á skrivstovuni. Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Albert, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, segði nøkur orð og handaði Albert eina gávu. Millum annað takkaði borgarstjórin Alberti fyri tí góðu ráðgeving og stuðulin í síni tíð sum nýggjur í politikki og í sessinum sum borgarstjóri, skrivar Vága kommuna. Sjálvur segði Albert eisini nøkur orð. Millum annað greiddi hann frá, at longu í 1981 byrjaði hann at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu, so alt í alt eru 40 ár liðin, síðan Albert byrjaði sína yrkiskleið í kommunalum høpi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021 27 Leygardagur 28. august 2021 25 ár í Stellu Maris Seinasta fríggjadag var hugnaløta í sambandi við, at Steinvør Joensen og Guðrið Vilhelmsen hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Seinasta fríggjadagin var ein hugnaløta í sambandi við, at tær báðar Steinvør Joensen og Guðrið Vilhelmsen hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu. –Hevur tú sagt Stella Maris, so mást tú eisini siga nunnurnar. Tær hava í ár verið í Føroyum í 90 ár, og tað vóru eisini tær, sum settu hesa vøggustovuna Stellu Maris á stovn aftur í 1958–tann fyrsta í landinum. Steinvør og Guðrið hava sostatt arbeitt í vøggustovuni ein stóran part av tí tíðini, sum Føroya fyrsta vøggustova hevur verið til, segði Heðin Mortensen millum annað í røðu síni fyri teimum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021 28 Leygardagur 28. august 2021 Pláss fyri 850 fólkum í stóra og stásiliga salinum Samkoman Lívdin í Hoyvík hevur nú tikið 1.852 fermetrar í tveimum hæddum í nýtslu. Átta ár eru síðani at arbeiðið av álvara fór í gongd SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað er ein stásiligur bygningur, sum samkoman Lívdin hevur tikið í nýtslu. Síðstu áleið 10 árini hevur virksemið hjá samkomuni verið ymsastaðni í Hoyvík, men soleiðis verður ikki framyvir. Móttøka var hósdagin í nýggja bygninginum við Vegin Langa í Hoyvík, og tað vóru fleiri sum nýttu høvið at síggja bygningin. Samkoman Lívdin yvirtók grundøkið sjálvt fyri 20 árum síðani, sum gáva frá Ebenezer. Bygningurin, sum nú stendur liðugt bygdur, er 1.852 fermetrar í tveimum hæddum. Bygningurin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólk. Átøkini hjá Sansir, Mensch og Visit Faroe Islands hava skapt uppmerksemi, og ferð aftaná ferð hava tey vunnið virðislønir fyri tey. Í ár er heldur einki undantak, tí hósdagin vunnu tey tvær gull- og tríggjar bronsuvirðislønir á Danish Digital Award 2021, og vóru mest vinnandi á tiltakinum. Tað var fyri atakið Remote Tourism, sum koyrdi á sumri 2020, tá 22 virtuellir túrar vóru gjørdir kring landi. Tað bar til hjá fólki frammanfyri skíggjanum at gera av, hvar ein føroyskur ferðaleiðari við myndatóli á høvdinum skuldi ganga. Remote Tourism vann gull í bólkunum“ Digital Differentiation: Digital Proposition” og“ ROI”, og bronsu í“ Digital Activation”,“ Branded Content–Kampagnedrevet” og“ Innivation”. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 30 Leygardagur 28. august 2021 Banknordik-savnið keypt verk frá føroyskum listakvinnum P/F Banknordik letur á 150.000 krónur í árligari stuðulsjáttan til Banknordik-savnið at keypa føroyska samtíðarlist Hansina Iversen SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í juni 2020 var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist. P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðinum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr. 150.000,-. Í februar 2021 keypti BankNordik-savnið eftir hesum leisti eitt listaverk eftir listakvinnuni Hansinu Iversen á framsýningini hjá Steinprenti í Tórshavn, ið hevurheitið” Orðið er ógreitt, myndin er klár.” Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á Lista- og Hansíðaskóla Íslands 1989-93 og á Kunstakademiet í Helsingfors 1993-97. Listaverkið er olja á lørift og er” Uttan heiti”, sum flestir av málningunum hjá Hansinu Iversen. Støddin er 180 x 130 cm. Hansina Iversen hevur hugsavnað seg um málninga- og steinprentlistina. Myndevnið hjá Hansinu er ikki landslagið sum so, ið hevur eyðkent føroysku málningalistina, men er óítøkiligt. Listakvinnan hevur gingið sínar egnu leiðir og hevur ment seg innan ta abstraktu og sinnisligu listina. Málningurin er” abstraktur”, og nýtslan av litunum skapar ein dám av einføldum og eintáttaðum virknaði. Men rørslurnar í myndini geva áskoðaranum ta fatan, athann onkursvegna er figurativur. Litirnir eru ljósir og gjøgnumskygdir (gulir, bláir, hvítir, gráir og reyðir). Á myndini síggjast organiskir formar í ymiskum litum, ið eru samantvinnaðir. Heitið á framsýningini vísir til hugaheimin hjá listakonuni og hennara neyva endamál við málninginum. ” Uttan heiti” leggur tað púra opið fyri áskoðaran at skilja málningin, og ger hann forvitnan og skapar eitt samskifta við málningin. (Mynd: Silja Eystberg) Eftir sama leisti keypti BankNordik-savnið í juni 2021 tvey listaverkáframsýningini” Tey 12” í Mullers Pakkhúsi eftir listakvinnuni Silju Eystberg. Silja Eystberg (f. 1993) hevur gingið á Cambridge School of Art, haðani hon hevur staðið Bachelor prógv í Fine Arts í 2016. Silja Eystberg hevur havt fleiri serframsýningar í Føroyum og verið við á Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini. Hon hoyrir til unga ættarliðið av føroyskum listafólki, ið flest teirra ganga nýggjar listarliga leiðir. Silja Eystberg nýtir myndevnið hjá altjóða listapallinum sum slóðara í sínum listarliga arbeiði. Málningarnir eru figurativir og abstraktir. Myndevnið í báðum málningunum er eins-ein ovurstór andlitsmynd av eini kvinnu–ein nærmynd. Ovari parturin av myndevninum er fráskorið í báðum málningunum og er við til onkursvegna at avskepla teir saman við teimum sterku og áleypandi litunum í andlitinum. Tann reyði liturin í málningunum er ráðandi, hinir eru bláir, svartir og eitt vet av ljósareyðum og hvítum. Teir ráðandi litirnir gera málningarnar myrkar, daprar og hava sálarfrøðiliga ávirkan. Men litirnir eru eisini við til at skapa lív og rørslu í málningunum við teirra skuggaspæli, men samstundis geva teir eina fatan av álvarsemi. Hesar andlitsmyndir geva málningunum eitt máttmikið eyðkenni. Málningarnir eru kensluligir og vísa djúphugsni. Silja Eystberg Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 31 Leygardagur 28. august 2021 Norðurlendskir Tónlistadagar í Føroyum á fyrsta sinni Stórur og umfatandi tónleikafestivalur verður í døgunum 1. til 4. september SkrivaÐ: Tíðindaskriv Øll Havnin fer at suða av nýggjum norðurlendskum tónleiki, nú Norðurlendskir Tónlistadagar (Nordic Music Days) verða hildnir í døgunum 1. til 4. september. Hetta er á fyrsta sinni, at Føroyar eru vertir fyri aldargamla festivalin frá 1888, sum er ein hin elsti í heiminum, ið setir samtíðar klassiskan tónleik á breddan. Høvuðsevnið fyri festivalin hesaferð er "Røtur". Hugsjónin er at skapa sterkar samtíðar upplivingar fyri øll og góð gróðrarlíkindi fyri at menna sambandið millum føroyska tónleikamentan og luttakandi norðurlendsku listafólkini. Festivalurin ynskir at skapa karmar fyri, at listafólk og áhoyrarar hittast og fáa íblástur hvør frá øðrum. Margfeldi og javnstøða eru eisini evnir, ið festivalurin leggur dent á. 1. september fara Føroya Symfoniorkestur og Anna Katrin Egilstrøð (myndin) at framføra verkið "Beinta", sum Anna Katrin Egilstrøð hevur skrivað Festivalurin er serstakur á tann hátt, at tónaskøldini sjálvi skipa fyri, og feløgini í norðurlondum skiftast um at vera vertir. Sostatt er festivalurin í Føroyum fyriskipaður av Felagnum Føroysk Tónaskøld og Dansk Komponistforening í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. Føroyar geva íblástur Ein teirra, ið hevur verið við í fyrireikingararbeinum frá byrjan, er tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum eisini hevur verið limur í úrvalsnevndini. -Flestu verkini eru vald út eftir einum sokallaðum "open-call" leisti, har listafólk úr øllum norðurlondum hava sent inn uppskot til verk út frá teim evnum, festivalurin hevur, sigur Sunleif, og leggur afturat, at ambitiónin er at virka fyri, at føroysk mentan, siðvenjur og samtekstir geva íblástur fyri norðurlendsku luttakararnar, og at føroyski tónlista- og mentanarpallurin verður strimbraður av tí nýhugsan, sum norðurlendsku listafólkini bera við sær til Føroyar. Út við hundrað luttakarar og umboð koma til Føroyar úr øllum norðurlondunum, men vit eru errin av, at meginparturin av luttakarunum er føroyskir bólkar og einstaklingar, so sum Føroya Symfoniorkestur, Aldubáran, Tarira, Kingo sangararnir úr Tjørnuvík, og Anna Katrin Ø. Egilstrøð. Tónleikur allastaðni Tónleikurin fer at ljóma úr øllum hugsandi spælistøðum í býnum, bæði innan- og uttandura. Allir aldursbólkar sleppa upp í part, og stórur dentur er lagdur á at bjóða børnunum og ungum við til bæði verkstovur og konsertir. Ein stór verkætlan er longu ígongd í Glasi, ein filmsverkstova verður fyri 7. flokk í Runavíkar Kommunuskúla, ein blokkfloytuverkstova fyri 5. og 6. flokk í Klaksvík og ein verkstova fyri 6. flokk í Hoyvíkar skúla, sum hevur til endamáls at gera ein "ljóðtúr" í Hoyvíkini. Norðurlandahúsið spælir ein sentralan leiklut í umfatandi skránni, og borðreiðir við forkunnugum konsertum fyri allar aldursbólkar. Harumframt eru ljóðinstallatiónir, filmur og fótbóltur á stórskermi á skránni. Café Systrar í Norðurlandahúsinum nýta eisini høvið at bjóða eina serliga matskrá bæði á middegi og um kvøldið við íblástri úr høvuðsevninum "Røtur". -Vit eru sera fegin um at vera vertir fyri hesa litríku viftuna av spennandi tiltøkum, og harumframt verða høvuðsmøtistaðið fyri luttakarar og áhoyrarar á festivaldøgunum. Tað er til júst slíkar festivalar at Norðurlandahúsið kann spíla seg út og vísa seg frá síni bestu og dámligastu síðu, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, og fegnast um, at festivalurin sum tvær ferðir var avslýstur vegna korona, nú loksins kann fullførast. Tó at høvuðsdagarnir eru 1. til 4. september byrjar fyrsta almenna tiltakið í húsinum longu hóskvøldið við áhugaverdu animatiónskonsertini "Cirkelfærd", sum er fyri vaksin og børn yvir 10 ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 32 Leygardagur 28. august 2021 Nýtt leikár við nýskrivaðum leikum á Tjóðpallinum Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen Jóanes Nielsen málar nýggjan leik "Portrettið" er ein fiktiv søga, men kortini við persónum sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um «Portrettið» eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november. Eitt smittandi ævintýr Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus-tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar" Endamálið við leikinum er, at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan. "Virus" er ætlaður næmingum í 1. til 7. flokki og verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari, og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen. Lítli og stóri Klávus skemta víðari-Lesing á Tjóðpallinum Væl umtókti og sera skemtiligi familjuleikurin Lítli og stóri Klávus-ið hevur verið spældur sum útileikur í Sjónleikarhúsinum, á ólavsøku og aðrastaðni-kemur nú inn á Tjóðpallin í heyst. Nýggi lesiringurin "Frá teksti til pall" heldur fram á Tjóðpallinum í heyst. Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin til prát og kjak um leikrit og leiklist. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum, vitja eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall. Vertir eru Birna Heinesen og Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgar knýttar at Tjóðpallinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 33 Leygardagur 28. august 2021 Avrigging av oljuvirksemi: Nýggjur vinnumøguleiki í Føroyum? Kann avrigging av oljuvirksemi geva vinnuligar møguleikar í Føroyum? Hetta er spurningurin, sum ein kanning nú skal royna at finna svarið uppá. Leif Hovgaard, nevndarformaður í Sjóvinnufelagnum (hm) og Jan Müller, stjóri í FOÍB. SkrivaÐ: Tað er Sjóvinnufelagið, ið hevur tikið stig til kanningina, sum Vinnuframi hevur avgjørt at stuðla. Sjóvinnufelagið hevur heitt á fyritøkuna FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, um at gera kanningina stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Sjóvinnufelagið heldur tað vera rætt at kanna allar vinnumøguleikar í Føroyum. Avrigging ella“ Decommissioning”, sum er altjóða heitið fyri at burturbeina gamla oljuútgerð og undirstøðukervi sum t. d. rørleiðingar og oljupallar, ið hava tænt sína tíð, kann møguliga vera grundarlag fyri vinnuligum virksemi í Føroyum. Í dag hava flestu av okkara grannalondum, tvs. Bretland, Norra og Danmark, tikið til sín henda møguleika, sum gevur bæði nógv arbeiðspláss og inntøkur til samfeløgini. Nú oljuvinnan í Norðsjónum hevur umleið fimti ár á baki, eru nógvar av keldunum við at tømast, og tí er ikki brúk fyri øllum pallunum longur. Í Hetlandi eru tey farin undir avrigging av gomlum oljupallum og útbúnaði. Mett verður, at avrigging í oljuvinnuni fer at umseta fyri meira enn 150 mia. kr. komandi tíggju ára skeiðið. Tá oljufeløg á sinni gjørdu avtalur um at fara undir útbyggingar og framleiðslu, fylgdi eisini við eitt krav um at rudda upp eftir sær, tá framleiðslan endaði. Sjóvinnufelagið heldur, at tað kundi verið áhugavert at kanna, um eisini Føroyar kunnu gerast partur av hesum virksemi, ið hevur til endamál at varðveita eina reina og ódálkaða náttúru og umhvørvi, um somu tíð sum nærum alt tilfarið frá gomlum pallum og útbúnaði á havbotninum kann endurnýtast. Við øðrum orðum snýr vinnan seg um at taka niður, beina burtur og endurvinna mest møguligt av pallum og aðrari útgerð til frama fyri burðardygd og umhvørvið. Ein orsøk til at Sjóvinnufelagið heldur, at slík kanning kann vera áhugaverd at gera er tann, at næsti granni Føroya, nevniliga Hetland, longu so smátt er farið undir hetta virksemið. Hvat kunnu vit læra av teimum eins og hinum londunum kring Norðsjógvin? Tað skal vera sagt, at avrigging av pallum og øðrum útbúnaði er bert ein lítil partur av allari arbeiðsupggávuni. Størsti parturin av arbeiðinum verður gjørdur, áðrenn sjálv avriggingin fer fram. Hann inniber verkfrøðingavirksemi til havs, stýring og umsiting av arbeiðinum, lógararbeiði og samskipan av flutningi við bæði hjálparskipum og tyrlum. Men er hetta í heila tikið ein vinna, sum føroyingar ynskja at fara í holt við? Og hóast arbeiði er til nærum allar hendur í Føroyum í dag, so er torført at vita, hvussu støðan verður um nøkur ár. Kann avrigging kanska skapa vinnuligt virksemi í Føroyum, tá tað eitt nú verður longri millum størri verkætlaninar í t. d. byggivinnuni? Orsøkin til at Sjóvinnufelagið hevur heitt á FOÍB um at standa fyri kanningini er tann, at hetta felagið hevur drúgvar royndir á økinum og hevur ognað sær stóra vitan á oljuøkinum sum heild. Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug í seinnu helvt av 2022. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 34 Leygardagur 28. august 2021 Mærsk flotin skal leggja um til grøna orku Tey 700 skipini hjá Mærsk standa fyri eins nógvum útláti sum alt Danmark. Tað skal broytast við nýggjum brennievni, men tað verður ein stór avbjóðing. SkrivaÐ: Tað sær áhugavert og spennandi út, men tað er eisini sera avbjóðandi–tað grøna orkuskiftið. Soleiðis ljóðar tað aftur og aftur, tá royndir verða gjørdar at finna grønar orkuloysnir, eitt nú til ta risastóru skipavinnuna kring heimin, sum í dag stendur fyri 3 prosentum av tí samlaða útlátinum í heiminum. Stóri spurningurin, sum her uttan iva eisini fevnir um føroyska fiskiflotan, er, hvussu man kann finna tað rætta brennievnið, ið kann avloysa olju. Hóast útlitini eru long, so verða nógva staðni gjørdar royndir at finna eitt ella fyri tað fleiri brennievni, sum kunnu minka um ella heilt sleppa undan útláti. Til tess at kunna framleiða nýggja brennievnið e-methanol til flotan hjá Mærsk verður tørvur á methøgum tali av bæði sólkyknu- og vindmylnulundum Í kjalarvørrinum á seinastu veðurlagsfrágreiðingini hjá ST hevur leiðslan í heimsins størsta konteynarareiðaríi, A. P. Møller-Mærsk, gjørt av at kanna møguleikarnar fyri at fara frá olju og diesel til grøna orku. Hetta er tó ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi. Tað fer at taka tíð og krevja stórar íløgur at finna og menna rætta brennievnið. Nú hevur so leiðslan í hesi donsku risafyritøkuni gjørt av at fara undir samstarv við eina danska fyritøku, sum ger royndir við nýggjum slag av brennievni til skip. Í fyrstu atløgu skal Mærsk gera royndir við einum av tess mongu skipum. Tað skal vera klárt til í 2023 at fara út á heimsins høv við nýggjum brennievni. Hetta er tó enn ikki tøkt, men ein donsk fyritøka fer nú undir at byggja eina verksmiðju, ið skal gera royndir við at framleiða nýggja brennievnið. Mærsk hevur longu avgjørt at vera CO2 neutralt í 2050, og til tess at røkka hesum máli má fyritøkan beinanvegin fara undir at fyrireika seg til grøna orkuskiftið. Og tí hevur fyritøkan nú gjørt av at gera ein sáttmála við donsku fyritøkuna Reintegrate, sum so aftur arbeiðir saman við fyritøkuni European Energy, skrivar Berlingske Tidende. Framleiðsluhátturin fer fram á tann hátt, at sólkyknur verða brúktar til at gera e-methanol, sum er eitt slag av træspritti. Morten Bo Christiansen, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at minka um CO2 útlátið hjá Mærsk flotanum, sigur sambært DR, at enn er eingin vissa fyri, at hesar royndir fara at eydnast, men tey trúgva uppá tær. Tøknin aftanfyri verkætlanina verður nevnd Power-to-X. Tú tekur sól- og vindorku og ger hana um til brennievni við hjálp av eini kemiskari prosess. Tøknin er ment av Reintegrate í Aalborg, og tær ovurstóru nøgdirnar av grønum streymi skulu koma frá eini nýggjari sólkyknulund hjá European Energy, sum er við at verða bygd nærhendis Åabenrå. Stjórin har, Knud Erik Andersen, er sera bjartskygdur um samstarvið sambært DR. Bygd fer at verða ein verksmiðja tætt við sólkyknulundina. Framleiðslan verður 10.000 til 15.000 tons árliga. Tað er nokk til eitt konteynaraskip við 2000 konteynarum, sum kann sigla í rutu millum Rotterdam og Bosnisku víkina. Mærsk hevur bundið seg til at keypa 10.000 tons svarandi til tað, sum eitt av teirra skipum brúkar. Av hesum er ein evarska lítil partur e-methanol. Sambært stjóranum í Reintegrate er tað fyrst og fremst prísurin á streymi og atgongdin til grøna streymin, sum kann blíva forðingin, um felagið í framtíðini skal menna og lata e-methanol í størri nøgdum. Men hann vísir á, at tey ganga á odda við hesum og nú má so staturin eisini stuðla uppundir ætlanina og tvs. vera við til at tryggja eina munanandi útbygging av sól- og vindorku. Ì løtuni gongur tað ikki nóg skjótt, um hetta skal vera loysnin uppá CO2 útlátið frá shippingvinnuni. Hjá Mærsk síggja tey hesa verkætlanina sum fyrsta stigið til eitt neyðugt og umfevnandi verðurlagsskifti hjá reiðaríinum. Men Morten Bo Christiansen hjá Mærsk viðgongur samtíðis, at hetta fer at krevja ómetaliga stórar nøgdir av grønari roku, um allur flotin í framtíðini skal kunna sigla við grønari orku. -Vit skulu tá brúka einar 50 sera stórar sólkyknulundir, sum tá mugu liggja í Sahara, har sólin er hin mesta. Um hetta varð gjørt í Danmark, so hevði tað kravt eitt øki á stødd við Fyn við sólkyknum sigur hann. Stóra avbjóðingin verður so, at tað fer at kosta nógvar milliardir at seta upp lundirnar. Grøna orkuskiftið fyllur nógv í Danmark Danskir miðlar gera sum vera man sera nógv burtur úr tí seinastu frágreiðingini hjá ST um veðurlagsbroytingarnar. Flestu flokkar á Fólkatingi eru samdir um, at okkurt ítøkiligt má gerast fyri at venda gongdini, eisini umhvørvisráðharrin Dan Jørgensen, sum tó ferð eftir ferð vísir á, at henda stjórnin longu hevur tikið stór stig á leiðini og vísti hann m. a. í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina CNN nú um dagarnar á, at Danmark er millum tey lond í heiminum, sum raðfestir grøna orkuskiftið hægst, og nevndi hann í hesum sambandi avgerðina at steðga leiting eftir nýggjum oljukeldum. Hetta halda bæði tó bæði andstøðuflokkar og stuðulsflokkar hjá stjórnini er als ikki nóg mikið fyri at røkka málinum, sum varð samtykt í Parísavtaluni í 2015. Tað má ganga nógv skjótari við grøna skiftinum verður sagt. Eitt nú má danski landbúnaðurin taka størri stig til at minka um útlátið. Men hóast nógvir viðmerkjarar halda, at støðan er dómadagslíknandi, so eru tað eisini tey, ið hava vónir um, at tað fer at ganga rætta vegin. Ein teirra er stjórin í næststørstu ídnaðarføritøkuni í Danmark, Danfoss. Í samrøðu við Berlingske Tidende vísir hann á, at vónir eru um, at tað kann fara at ganga rætta vegin, um so er, at bæði vinnan og myndugleikar vilja vera við til at fremja grøna skiftið. Og her er Danfoss millum tær ídnaðarfyritøkurnar, ið ganga undan. Danfoss arbeiðir miðvíst við at menna tøkni og útbúnað, ið brúka grønar loysnir, her m. a. í sambandi við at fáa sum mest burtur úr orkuni eisini nevnt“ energieffektivitet”. Saman við vindmylnuframleiðaranum Vestas, er Danfoss millum tær donsku fyritøkurnar, ið veruliga hava sett grønu orkuna á breddan. Stóra avbjóðingin, sigur stjórin í Danfoss, er at kunna stuðla smærri fyritøkum, sum ikki einsamallar megna at fíggja grøna skiftið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 35 Leygardagur 28. august 2021 Sjálvstýrandi elektriskt bingjuskip skjótt klárt at fara í sigling Yara Birkeland skal bøta um útlátið og lætta um lastbilaferðsluna á norska veganetinum SkrivaÐ: Elektriskir bussar og tok uttan førara er ikki óvanligt nógvastaðni longur. Og nú fer Noreg eitt fet víðari. Tey hava bygt eitt skip, sum verður fyrsta sjálvstýrandi elektriska bingjuskipið. Tað skrivar CNN. Um alt gongur eftir ætlan fer skipið Yara Birkeland út á sína fyrstu ferð millum tveir norskar býir áðrenn hetta árið er úti. Og tað hendir uttan at nakað menniskja er umborð. Í staðin verður skipið stýrt av trimum dátustøðum á landi. Sambært CNN er Yara Birkeland ikki fyrsta skip uttan førara í heiminum, tí síðan 2018 hevur ein sjálvstýrandi ferja siglt í Finnlandi. Hinvegin verður bingjuskipið tað fyrsta skipið av sínum slag, sum er fult elektriskt, staðfestir framleiðarin, Yara International. Skipið er framleitt við tí endamáli at lætta um trýstið á norsku lastbilaferðsluna og harvið minka um CO2 útlátið. Yara Birkeland kann lasta 103 bingjur, og kann sigla upp í 13 knob. Drívmegin kemur frá einum battaríi, sum“ er umleið túsund ferðir so stórt sum í einum elektriskum bili”, upplýsir Jon Sletten, leiðarin á skipasmiðjuni hjá Yara í Porsgrunn fyri CNN. Løðingin fer fram meðan skipið liggur við bryggju, og ætlanin er, at tað skal sigla millum havnir framvið strondini í útsynningspartinum av Noregi. Væntandi fer Yara Birkeland at avloysa umleið 40.000 lastbilatúrar árliga. Upprunaliga skuldi Yara Birkeland setast í sigling í fjør, men koronafarsóttin og fleiri flutningssamskipanarligar avbjóðingar forðaðu tí. Nú er ætlanin, at skipið komandi mánaðirnar skal roynast í sigling millum Herøya og Brevik í Frierfjorden og Brevikfjorden, sum liggja út til Oslofjørðin. Enn eru stórar avbjóðingar áðrenn sjálvstýrandi skip kunnu setast í sigling á heimshøvunum. Eitt nú er tað ein ovurstór avbjóðing at stýra skipunum í stórum havnum við nógvari ferðslu. Umframt tær tøkniligu avbjóðingarnar, eru eisini løgfrøðiligar avbjóðingar, um slík skip skulu sigla millum lond. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021 36 Leygardagur 28. august 2021 Verjumálaráðharrin kemur heldur ikki hesaferð Trine Bramsen er tarnað orsakað av spentu støðuni í Afganistan, ið hevur givið henni fleiri stórar uppgávur-ætlaði túrurin til Føroyar sunnudagin er harvið útsettur Óvist er, nær Trine Bramsen kemur til landið (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Miðskeiðis í juni kom hon til Føroyar, men tað eydnaðist ikki flogfarinum at seta seg. Vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum varð harvið útsett til síðst í august, men nú er greitt, at Trine Bramsen heldur ikki heusferð fer at lenda í Føroyum. Eftir at Taliban hevur tikið ræðið í Afganistan eru fleiri uppgávur komnar á borðið hjá Trine Bramsen, og støðan ger, at hon fær ikki komið. Verjumálaráðið hevur upplýst, at talan er um eina útsetan, og at nýggja dagfestingin ikki er endalig greið enn. Trine Bramsen skuldi koma til landið sunnudagin 29. august-serliga fyri at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann, og tosa um verju- og trygdarmál og møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 37 Leygardagur 28. august 2021 Stefan Löfven leggur frá sær í heyst Hetta er ein avgerð, sum hevur verið ávegis í eina tíð, sigur svenski forsætisráðharrin, sum í november fer at leggja frá sær sum bæði formaður hjá sosialdemokratunum og forsætisráðharri–Í næsta valstríðnum verður tað ein annar enn eg, sum stendur á odda fyri flokkinum, sigur Stefan Löfven (Savnsmynd) SkrivaÐ: Eftir tíggju ár sum formaður í sosialdemokratiska flokkinum og sjey ár sum forsætisráðharri fer Stefan Löfven frá sum bæði floksformaður og forsætisráðharri. Tað boðaði hann frá sunnudagin. Tað verður í november, at 64 ára gamli svenski forsætisráðharrin fer at leggja frá sær í sambandi við landsfundin hjá sosialdemokratunum. –Í næsta valstríðnum verður tað ein annar enn eg, sum stendur á odda fyri flokkinum, sigur hann. Stefan Löfven gjørdist forsætisráðharri í 2014, og í januar 2018 skipaði hann stjórn fyri aðru ferð, eftir drúgvar samráðingar eftir valið í 2018. Í juni atkvøddi ein meiriluti í svenska ríkisdegnum fyri einum misáliti móti honum orskað av ósemju um kostnað á leigubústøðum, men hesum slapp Löfven kortini væl frá, og stutt eftir kundi hann skipa stjórn fyri triðju ferð, men í heyst leggur hann also frá sær. –Hetta er ein avgerð, sum hevur verið ávegis í eina tíð. Eg havi skjótt verið floksformaður í tíggju ár og forsætisráðharri í sjey, segði Stefan Löfven sambært Ritzau. Stefan Löfven sigur, at ein nýggjur formaður fer at geva flokkinum nýggja orku. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 38 Leygardagur 28. august 2021 Hetlendingar gera seg til at taka móti flóttum úr Afganistan-Myndirnar frá flogvøllinum í Kabul eru hjartanemandi. Men spurningurin hjá teimum er ikki bara at sleppa úr landinum. Tey skulu eisini hava onkrastaðni at fara, leggur hann afturat. Ein bólkur er stovnaður á Facebook í sambandi við hetta átakið, og longu nú eru tað fleiri sjálvboðin, sum hava bjóðað seg fram. Ryan Thomson fær eisini stuðul av formanninum í Shetland Island Council, convenor Malcolm Bell, sum ikki er í iva um, at ráðið eins og lokalsamfelagið er til reiðar at hjálpa. Bretska stjórnin hevur játtað at hýsa 20.000 flóttafólkum úr Afganistan komandi fimm árini. Sostatt er støðan nakað tann sama sum tá landið tók móti flóttum úr Sýrialandi. Tá fluttu tvær familjur til Hetlands, skrivar Shetland News. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 39 Leygardagur 28. august 2021 Merkið veittraði í Tokyo Hávard Vatnhamar bar Merkið inn á olympiska leikvøllin SkrivaÐ: Sverri Egholm Í bundnum vesti frá Shisa Brand og við Merkinum gekk einasta føroyska umboðið, Hávard Vatnhamar inn á olympiska leikvøllin til setanina av Paralympisku leikunum fyri løtu síðani. Hávard Vatnhamar er einasta føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T 46) 5. september kl. 6.50 lokala tíð (hetta er 4. september kl. 22.50 føroyska tíð). Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 40 Leygardagur 28. august 2021 Føroyar flúgvandi í finaluna Við knúsandi 29-22 sigri á Slovakia vunnu føroysku U19-menninir seg í finaluna í EHF-Championship kappingini Fegnir U19-menn (Mynd: HSF) SkrivaÐ: Sverri Egholm Eitt sera tendrað og nærlagt U19-landsliðið vann seg leygardagin í finaluna í EHF-Championship kappingini við einum frálíkum 29-22 sigri á Slovakia. Heldur fá mál komu at byrja við og var støðan 3-1 til Føroyar eftir 5 minuttir. Slovakar høvdu ringt við at koma til góðar málmøguleikar, meðan okkara komu til góðar málmøguleikar, men brendu eisini nakað at byrja við. Okkara øktu tó so lýðandi í leypi av fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 10-5 eftir 20 minuttir. Tað vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum sum stóðu størra partinum av málunum. Slovakar royndu tó at hanga í eina løtu og var hálvleiksstøðan 15-11 til Føroyar. (Mynd: Anna Dam) Føroyska liðið slakaði ikki í seinna hálvleiki, tvørturímóti. Verjan stóð enn betri og pressaðu okkara slovakar til at taka marginalar møguleikar nærum hvørjar ferð. Hetta gav Paula Jacobsen góðar arbeiðsumstøður í málinum, og tók hann púra pippið frá slovakum. Tað vóru serliga Sveinur Olafsson, Viktor Gaini og Pauli Mittún, sum tóku tungu tøkini og stóðu sum klettar. Slovakar spældu lang álop, nærum til drál hvørja ferð. Tað gingu 8 minuttir áðrenn slovakar skoraðu í seinna hálvleiki. Føroyar vóru á odda eitt skifti við 10 málum, tá 10 minuttir restaðu og var dysturin í tryggari føroyskari legu. Nakrir av leikarunum, sum høvdu spælt nógv, vóru nú hvíldir og snúði tað seg um at koyra sigurin heim. Eitt sindur av órógv var eina løtu, har fleiri dømingar ikki gingu okkara veg og hálaðu slovakar munin niður á 5 mál. Okkara ressaðust tó aftur og koyrdu sigurin heim við 7 málum. Dagsins leikarin fyri Føroyar var aftur málverjin, Pauli Jacobsen. Stóð Pauli væl móti Kekkia, so hevði hann enn eitt gear í dag móti Slovakia. Pauli stóð væl allan dystin og hevði eitt bjargingarprosent á gott 55, sum er sera høgt í hondbólti. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021 41 Leygardagur 28. august 2021 Elias kosin besti leikari í European Championship Hann gjørdist eisini toppskjútti í kappingini við 44 málum og er saman við millum annað Hákuni West av Teigum og Paula Jacobsen á All Star-liðnum fyri kappingina, ið Føroyar vunnu Elias, Pauli og Hákun vórðu valdir til All Star-liðið (Mynd: HSF) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska U19-landsliðið við monnum tryggjaði sær sunnudagin gull í European Championship kappingini í Bulgaria. Harvið er eisini greitt, at føroyskur manshondbóltur verður umboðaður til tvey EM-endaspøl í 2022: Fyri U20-landslið, har teir flestu av teimum ið vóru við í dag allarhelst verða at síggja næsra ár, og fyri U18-landslið. Í sambandi við steypahandanina varð kunngjørt, at tríggir føroyskir leikarar, ið allir hava umboðað Skanderborg á ungdómsstøði, vóru valdur á All Star-liðið fyri kappingina. Tann eini spælir framvegis har og hevur nú royndir frá bestu donsku deildini. Talan er um høgra vongin, Hákun West av Teigum, sum í finaluni skoraði fimm mál og sum í høvuðsheitinum hevur verið sera tryggur frá vonginum. Hákun West av Teigum fekk skaða í eygað fyrr í kappingini, men kom sterkt aftur Hin vendur nú aftur til H71 og føroyskan hondbólt. Málverjin Pauli Jacobsen var serliga ein brandur í hálvfinaluni móti Slovakia, men í seinna helmingini av seinna hálvleiki í finaluni gjørdist hann eisini heilt avgerandi við nøkrum stórum og góðum bjargingum, og Pauli tók samanlagt 37 prosent av skotunum hjá hvítarussunum. Tann seinasti, ið varð nenvdur, var besti leikari í kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti sunnukvøldið, at hann er í flokki fyri seg á summum økjum. Sävehof-leikarin skoraði heili 13 mál í finalusigrinum, og tók veruliga ábyrgd, tá ástóð. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í kappingini við 44 málum og varð eisini valdur til besta spælskipara. Elias Ellefsen á Skipagøtu var ringur hjá øllum verjunum at halda Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 42 Leygardagur 28. august 2021 Føroyar skulu til EM-endaspælið fyri U20-landslið Føroyingarnir vóru aftanfyri meginpartin av finaluni í European Championship kappingini í Bulgaria móti Hvítarusslandi, men ungu menninir stríddu seg seinastu løtuna til sigurs. Serliga vóru tað Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Jacobsen, ið gingu á odda Føroyska U19 landsliðið vann gull í European Championship kappingini, og hetta er ógvuliga jaligt fyri føroyskan hondbólt-føroyskur manshondbóltur hevur orsakað av hesum spennandi avbjóðingar fyri framman í 2022 SkrivaÐ: Agnar Prestá Næsta summar skal eitt føroyskt manslandslið í hondbólti aftur spæla í einum stórum endaspæli. Hetta er greitt, eftir at Føroyar sunnudagin vunnu sera spennandi finaluna móti Hvítarusslandi í U19 European Championship í Varna í Bulgaria. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, síðni fóru hvítarussar frá, og hóast Føroyar fingu gott tak á teimum sum seinni hálvleikur gekk, so gekk lang tíð til okkara komu á odda. Hetta eydnaðist endliga, tá fýra minuttir vóru eftir. Pauli Jacobsen í málinum bjargaði væl, og hann hevði ein frálíkan seinn helming av seinna hálvleiki. Føroyar fóru síðani í álop, har Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið var framúr og gjørdist greiður føroyskur toppskjútti, setti ein leikara væl av og síðani smekkaði bótlin í málið. Hvítarussland megnaði ikki at svara aftur-føroyska leiðslan helt, og harvið hevur nærum sama liðið, sum vann European Open í 2019 nú spælt Føroyar í eitt endaspæli: Enn eitt sera flott avrik. Føroyar vóru til HM-endaspælið fyri U21-landslið hjá monnum í Algeria í 2017. Næsta summar verður føroyska U20-landsliðið umboðað til EM-endaspælið. Tá vera teir flestu leikararnir, sum nú spældu við U19 fluttir upp til U20. Úrslitið hevur við sær, at føroyska U18-landsliðið eisini skal spæla EM-endaspæl næsta ár-hetta er av tí at teir vera styrkismettir eftir árganginum, sum hevur spælt frammanundan teir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 43 Leygardagur 28. august 2021 Fagnaðu hondbóltshetjunum á Vaglinum Borgarstjórin lovaði nýggja hondbóltshøll meðan HSF forsetin heitti á politikararnar um at lata høllirnar upp fyri ungdóminum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Dugnaliga føroyska U19 unglingalandsliðið í hondbólti varð stórliga fagnað á Vaglinum í Havn fyri løtu síðani fyri flotta sigurin í EHF Championship kappingina í Bulgaria, sum tryggjaði bæði U19 liðnum og eisini U17 liðnum luttøku í EK-endaspælinum komandi summar. Við skínandi heiðursmerkjum um hálsin traðkaðu ungu ungu menninir út á ráðhústrappurnar, meðan Havnar Hornorkestur spældi“ Congratulations”. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunn Ellefsen forseti í hondbóltssambandinum og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, hildu røður og fagnaðu stóra avrikinum hjá dugnaligu hondbóltsspælarunum. Heðin Morgensen (Mynd: Sverri Egholm) Og borgarstjórin nýtti–ikki óvæntað–høvið til at staðfesta, at hondbóltshøllin, sum allur føroyski hondbóltsheimurin eftirlýsir, er á veg. Innan stutta tíð kann væntast, at Føroya Arena við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum gerst veruleiki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri. Og hondbóltsforsetin takkaði fyri. Samstundis hevði Gunn Ellefsen eina aðra áheitan til allar kommunalpolitikarar, og tað er at lata ítróttarhøllirnar í landinum upp fyri ungdómi, so tær kunnu brúkast. Tí felags fyri allar dreingirnar á hesum liðinum, og fyri øll onnur, sum koma langt í hondbólti, bæði her heima og uttanlands, er, at tey hava brúkt nógva tíð, helst meira tíð enn tey hava verið heima, til at venja og spæla í ítróttarhallum, segði HSF-forsetin. Gunn Ellefsen veit, hvat hon tosar um. Hon er mamma at tveimum av dreingjunum, sum nú eru EHF Championship-meistarar og hava ambisjónir um at koma nógv longur við teirra hondbólti, nevniliga brøðurnar Elias og Róa Ellefsen á Skipagøtu. Hósdagin 2. september klokkan 18: 30 spæla Armenia og Føroyar á FFA Academy Stadium í Jerevan, og fýra dagar seinni, mánadagin 6. september klokkan 17: 30 spæla Føroyar og Frakland á Svangaskarði. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 45 Leygardagur 28. august 2021 Víkingur setti HB upp á pláss 07 Vestur vann umráðandi sigur ímóti fuglfirðingum, sum fáa tað tungt. Fyra dystir vóru í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum seinnapartin Martin Klein Joensen legði Víking á odda í øðrum minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Fýra dystir vórðu leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum sunnudagin. Í Klaksvík var tað ein avgreiðsluspurningur hjá KÍ, sum hevði vitjan av TB. Fimm mál áðrenn steðgin, og tvey mál í seinna hálvleiki. 7-0 til oddaliðið sum veruliga fekk Páll Andrasson Klettskarð í gongd við fýra málum. Víkingur loypti hvøkk á gestirnar úr HB frá fyrsta bríksli, og skoraði í øðrum minutti og longu aftur í fjórða minutti. HB fekk ikki tamarhald á dystinum, og heimaliðið økti til 3-0 tá ein góður hálvur tími var leiktur. Adrian Justinussen minkaði um munin við beinleiðis frísparki tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Sostatt strýkur Víkingur avstað á øðrum plássi, tíggju stig frammanfyri HB, sum nú liggur á fjórða plássi. Í Fuglafirði var dystur í niðurflytingarstríðnum, har 07 Vestur var á vitjan. Hjá ÍF var ein sigur eitt krav, um vónin um at vera verandi í Betri deildini ikki skal bresta. Men vágamenn vildu tað øðrvísi, og funnu málið tvær ferðir í dystinum eftir at vera komnir aftur um 1-0. Verjuskansin hjá ÍF, Jens Joensen, fekk reytt kort tá 51 minuttir vóru leiktir, og tað gjørdi sítt til at fuglfirðingar ikki komu aftur í dystinum. NSÍ sum undan umfarinum ikki hevði vunnið nakran dyst í fýra umførum á rað, hevði vitjan av EB/Streymi. Í Sundalagnum eru teir eisini trýstir í niðurflytingarstríðnum við bara fimtan stigum á áttanda plássi. Men NSÍ var ov sterkt hjá EB/Streymi at gera nakað við í dag, og vann heili 4-0. Fimti dysturin varð leiktur leygardagin, tá B36 vann trygt 2-1 móti B68. Teir hvítu úr Gundadali hálaðu seg við sigrinum upp á triðja pláss. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 46 Leygardagur 28. august 2021 John Frederiksen úttikin fyri fyrstu ferð Høgi áleyparin hevur í seinastuni gjørt um seg í Eysturríki. Håkan Ericson setti mánadagin navn á teir 25 leikararnar, ið eru úttikinir til uppgávurnar á Tórsvølli fyrst í september SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla heimadystir móti Ísrael, Danmark og Moldova í HM-undankappingini. Dystirnir verða leiktir ávíkavist 1. september, 4. september og 7. september. 25 leikarar eru úttiknir. Talið er nakað hægri, enn tað ofta er. Orsøkin er millum annað, at tríggir tættir dystir skulu leikast, men so er tað eisini tað, at liðformaðurin Hallur Hansson í løtuni ikki hevur sáttmála vi nakað felag og harvið ikki hevur spælt dyst í eina tíð-tískil er nakað av ivamálið um, hvussu nógv hann kann spæla. Sølvi Vatnhamar hevur verið skaddur seinastu tíðina, og harvið er enn ein av føstu miðvallarunum. Heri Hjalt Mohr hevur spælt framúr væl fyri HB í evropeisku dystunum og er aftur á landsliðnum. Harvið er ikki pláss fyri Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ. René Shaki Joensen og Kaj Leo í Bartalsstovu hava verið úttiknir fyrr í ár, men hava síðani verið tarnaðir í at komið við. Heilt nýggja navnið í hópinum er 25-ára gamli John Frederiksen. 2,02 metrahøgi áleyparin er uppvaksin á Bornholm, men spældi eitt skifti í Føroyum-fyrst við 07 Vestur og síðani HB. Hann umboðaði Føroyar á U15, U17 og U19-landsliðunum og hevur í seinastuni gjørt vart við seg í fyrst næstbestu deildini í Finnlandi og síðani í næstbestu deildini í Eysturríki, har hann seinastu vikurnar hevur skorað nógv mál fyri SKU Amstetten. Í februar varð John skurðviðgjørdur fyri svull í heilanum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 47 Leygardagur 28. august 2021 Hesir koma til Føroya fyrst í september Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, hevur júst nú sett navn á teir 26, ið vera í hópinum til heimadystirnar móti Skotlandi og Ísrael og til dystin á Tórsvølli 4. september Danmark kom til hálvfinaluna í EM-endaspælinum í summar, har ævintýrið endaði í longdari leiktíð á Wembley. Nu hevur Kasper Hjulmand úttikið sín fyrsta hóp síðani, og hann er sterkur (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska A-landsliðið við monnum skal fyrstu vikuna í setpember spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Møguleikarnir at fáa stig eru størri móti Ísrael og serliga móti Moldova, men tað er á ymsan hátt størst spenningur um dystin, ið liggur ímillum har: 4. september spæla Føroyar og Danmark á fyrsta sinni undankappingardyst á A-landsliðsstøði í Føroyum. Mándagin kunngjørdi Håkan Ericson hvørjir 25 eru úttiknir til føroyska liðið- og seinni sama dag Kasper Hjulmand á tíðindafundi navn á teir 26 leikararnar, ið skulu vera partur av danska hópinum í næstum. Andreas Skov Olsen gjørdi av álvara vart við seg í 4-0 sigrinum í venjingardystinum móti Føroyum í Herning síðstan oktober. Hann og Viljorur Davidsen skulu aftur møguliga dystast á Tórsvøllu um ellivu dagar (Mynd: Sverri Egholm) Teir allarflestu vóru við til EM-endaspælið í summar, har Danmark varð sligið út móti Onglandi í hálvfinaluni eftir longda leiktíð. Dysturin móti Skotlandi í Parkini næsta mikudag verður tann fyrsti hjá dønum síðani-hetta er fyrsti hópur, ið Hjulmand hevur úttikið, har Christian Eriksen ikki hevur verið við. Á tíðindafundinum varð spurt um sambandi við Eriksen. Landsliðsvenjarin avdúkaði, at hann hevði vitjað hann á Fjóni beint eftir EM-endaspælið og fyri heilt stuttum í Italia:-Christian skal koma fyri seg eftir sínari egnu ferð, segði Hjulmand. Heilt nýggir menn í danska A-landsliðsshópinum eru 24-ára gamli Rasmus Nissen Kristiansen úr RB Salzburg og 19-ára gamli Mohamed Daramy úr FCK. Tann fyrrnevndi er bakkur og hevur eina fortíð í Ajax Amsterdam. Hin er ein spennadni kantur við serstøkum dygdum, sambært Hjulmand, og hann er ávegis til Ajax nú fyri stóran keypsprís. Nissen og Daramy hava ongan A-landsdyst men annars eru nógvar royndir í danska hópinum, ið á pappírinum er ógvuliga sterkur. Danmark er oddalið í HM-undankappingarbólkinum eftir trý umfør-við fullum stigatali og málúrttøkuni 14-0. 1. september taka danir móti Skotlandi, tríggjar dagar seinni er brak á Tórsvølli, og Ísrael vitjar í Parkini 7. september. Merkisvert er, at heili tólv feløg eru umboðað-ein leikari spælir vanliga fyri felagslið hjá TB og FC Suðuroy. B36 er best umboðað við fýra leikarum. Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 13. oktober, spæla Føroyar ímóti Eysturríki, Slovenia og Kosovo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021 50 Leygardagur 28. august 2021 Býta fyrsta pláss í millum sín KÍ og EBS/Skála liggja nú javnt á fyrsta plássi í bestu kvinnudeildini við 30 stigum hvør. Fult umfar var hóskvøldið Maria Biskopstø skoraði málið til 1-0 í Klaksvík hóskvøld, men tað var ikki nokk. Dysturin endaði 1-1 (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Fult umfar í bestu kvinnudeildini varð leikt hóskvøldið, og eftir umfarið er greitt, at FM-stríðið bara er blivið enn meira spennandi. Oddaliðið KÍ tók ímóti NSÍ í Klaksvík. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tíðliga í seinna hálvleiki kom hol á. Tað var Maria Biskopstø, sum legði KÍ á odda. NSÍ royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og lítla løtu seinni raktu kvinnurnar úr Runavík tvørtræið. Áhalandi trýst gjørdi at skjóta Heidi Sevdal gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið. Hóast KÍ royndi at trýsta og hevði fleiri góðar møguleikar, endaði dysturin 1-1, og tað vóru helst tær í gulum, sum vóru fegnari fyri tað. EBS/Skála, sum í kvøld hevði vitjan av botnliðnum AB/B71, hevði ikki stórvegis trupulleikar, og vann 4-0. Felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum og á Skála kemur sostatt upp á javnt við KÍ á fyrsta plássi. Víkingur vann 2-1 á útivølli móti B36 meðan HB vann trygt á Dungasandi, 5-1 ímóti 07 Vestur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 51 Leygardagur 28. august 2021 Julia Naomi sló aftur til fyri AGF 20-ára gamla tvørákvinnan varð skift inn í lokaluppgerðini í steypakappingini, og skoraði málið til 3-1, ið gjørdist tað seinasta í dystinum. Ásla Johannesen byrjaði aftur á vinstra bakki Julia Naomi og Ásla fegnast (Mynd: AGF Kvindefodbold) SkrivaÐ: Agnar Prestá Liðskiparin á landsliðnum Ásla Johannesen skifti í summar úr FC Nordsjælland til AGF. Julia Naomi Mortensen er eisini flutt til Aarhus, har hon nú roynir seg, og fyrrverandi HB miðvallarin hevur veruliga gjørt vart við seg fyrstu dystirnar hjá liðnum, sum spælir í bestu donsku deildini. Hon kom inn og átti seinasta AGF-fótin á fyrra málinum hjá liðnum í dystinum móti stórliðnum Fortuna Hjørring í 1. umfari. Julia Naomi skoraði í 1. umfari í steypakappingini og legði upp til fyrra málið í 2-1 heimasigrinum á Kolding seinasta fríggjakvøld. Týskvøldið gjørdi Julia Naomi Mortensen aftur bart, tá hon varð skift inn í steypadystinum móti Aarhus 1900, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Støðan var 2-1, tá 20-ára gamli føroyingurin varð skiftur, og Julia Naomi skoraði seinasta málið í dystinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021 52 Leygardagur 28. august 2021 Cristiano fer aftur til United Fríggjadagin gjørdist greitt, at tað verður Manchester United, sum aftur fær gleði av at hava Christiano Ronaldo á liðnum-av nógvum mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari Cristiano Ronaldo spældi fyri United frá 2003 til 2009. Myndin er frá 2007 (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Tað er nú greitt, at portugisiska fótbóltsstjørnan, Cristiano Ronaldo, aftur verður partur av enska stórfelagnum Manchester United. Fríggjadagin varð váttað, at partarnir hava funnið fram til semju. Cristiano Ronaldo kom sum 18 ára gamal úr Sporting til Manchester United, har hann spældi 196 dystir og skoraði 84 mál. Í 2009 varð hann seldur til spanska stórfelagið Real Madrid har úrtøkan gjørdist 311 mál í 292 dystum. Seinastu trý árini hevur hann spælt við italska stórfelagnum Juventus, men í vikuni gjørdist greitt, at hann ikki var sinnaður at leingja sáttmálan við italska felagið. -Øll í felagnum síggja fram til at bjóða Cristiano væl afturkomnan til Manchester, skrivar Manchester United í eini fráboðan í dag. Søgurnar í gjár gingu annars út upp á, at umboðsmaðurin hjá Ronaldo hevði ætlanir um at gera sáttmála við arvafíggindan, ovurríka felagið Manchester City. Ronaldu vann Premier League tríggjar ferðir við United, Champions Leage eina ferð og FA Cup einaferð. Fimm hevur hann fingið Ballon d’ Or steypið sum ársins spælari í heiminum, í 2008, 2013, 2014, 2016 og 2017. Harumframt er hann seks ferðir komin inn á annað pláss. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 53 Leygardagur 28. august 2021 Sverri tekur ein støðg 27-ára gamli miðvingurin gevst fyribils orsakað av millum annað pínu í rygginum, manglandi motivatión og nógvu tíðini rógvingin tekur frá lesnaðinum. Sverri Sandberg vil tó helst ikki enda á hendan hátt SkrivaÐ: Agnar Prestá-Beint nú havi eg tørv á einum støðgi. Eg eri trýstur fysiskt, tí at eg havi nógva pínu-serliga í rygginum. Motivatiónin at halda fram er heldur ikki heilt har nú, og teir mongu tímarnir eg til dagliga nýti til venjing taka nógva tíð frá lesnaðinum Soleiðis segði rógvarin Sverri Sandberg Nielsen við DR Sporten í gjár, nú 27-ára gamli miðvingurin avúkar at hann tekur ein støðg í minst eitt ár. Eftir vónbrotið í Tokyo sá tað út til, at Sverri Nielsen hevði róð sín síðsta róður á hægsta støði. Men hetta er als ikki vist:-Tað kennist eitt sindur sum at geva upp, og tað havi eg tað trupult við. Eg vil helst enda á einum staði, har eg føli, at eg havi fullført uppgávuna. Tískil verður talan um ein fyribils støðg ístaðin fyri at eg gevist beint nú Við hesum vil Sverri Sandberg Nielsen tó ikki siga, at hann heilt víst byrjar aftur-tað tekur hann støðu til einaferð næsta ár. Føroyingurin kom trygt í OL-finaluna í einscullara, men hóast evropameistarin byrjaði heilt væl í finaluni, so gjørdist hann júst ov stuttur í stríðnum um heiðursmerki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021 54 Leygardagur 28. august 2021 Alex Johannesen og Jóannis Joensen føroyameistarar í leirdúgvuskjóting Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting–Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj, og Jóhann Fløtt vann unglingakappingina í skeet Alex Johannesen, Johnhard Klettheyggj, og Finn Ludvig gjørdust nummar ávikavíst eitt, tvey og trý í trap leygardagin (Mynd: Skjótisamband Føroya) SkrivaÐ: Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting. Trap kappingin bleiv avgreidd á nýggju breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, og her vísti Alex frá byrjan styrki, og varð hann fremstur áðrenn finaluna. Men í finaluni fekk hann harða kapping frá Johnhard Klettheyggj, og tað varð ikki fyrr enn seinastu fimm dúgvurnar skuldu skjótast, at Alex fór framum. Á 3. plássi kom royndi trapíðkarin Finn Ludvig. Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj framman fyri Hákun G. Heinesen. Báðir eru byrjaðir at íðka leirdúgvuskjótingin hetta seinasta árið, og er hetta fyrsta FM kapping teir luttaka í, skrivar Skjótisamband Føroya. Skeet kappingin bleiv avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Eftir innleiðandi umførini lá Jóannis á einum 5. plássi, men Jóannis er ein sterkur finaluíðkari, og finaluna megnaði hann at vinna tvær dúgvur frammanfyri nærmasta kappingarneytan, sum var Jóhann Fløtt. Unglingakappingina í skeet vann Jóhann Fløtt greitt, nummar tvey gjørdist Leivur Joensen, og nummar trý bleiv Marjus Debes. Eins og í unglingakappingini í trap, er hetta fyrsta FM-kappingin, ið hesir báðir seinastu luttaka í. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 55 Leygardagur 28. august 2021 22 bogaskjúttar kappaðust á Tórsbreyt–Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting, sigur Bogaskjótisamband Føroya, sum skipaði fyri kappingini leygardagin (Mynd: Bogaskjótisamband Føroya) SkrivaÐ: Leygardagin skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri uttandura FM-kapping á Tórsbreyt í Havn. Veðrið var gott, turt, við einum loti ímóti, og vóru umstøðurnar at skjóta á av teimum allar bestu, sigur Bogaskjótisamband Føroya í tíðindaskrivi. 22 skjúttar luttóku í kappingini–15 recurveskjúttar, seks compoundskjúttar, og ein barebowskjútti. Compound- og barebowskjúttarnir kappaðust á 50 metra frástøðu, meðan recurveskjúttarnir kappaðust á 70 metra frástøðu. –Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Bogaskjóting, sum ítrótt, hevur í nógv ár verið heimleys, tá tað ræður um útiskjóting, og væntandi umstøðurnar hava ført við sær, at skipað skjóting uttandura ikki hevur verið gjørlig. –Tó so, hava tað verið hissini kappingar, tá okkurt øki hevur verið tøkt, og skjúttarnir hava tikið til takkar við tí, tey hava fingið fatur á, um tað so hevur verið eitt grótbrot, ein graslíkisvøllur, sum ikki var í nýtslu, ella á onkrari trøð. Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting. Felagsmynd av FM-vinnarunum Bogaskjótisambandið vónar, at slíkar umstøður eisini verða tøkar í framtíðini–um ikki á Tórsbreyt, so á einum øðrum líka skikkaðum vølli. Í løtuni er bogaskjóting bert ein vetrarítrótt við inniskjóting, men um skipað útiskjóting aftur gerst veruleiki, kann ítróttin fáa heilt annað lív. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021 56 Leygardagur 28. august 2021 Helgi og Tórvør gjørdust FM-vinnarar Føroysku súkklararnir kappaðust í Sandoynni leygardagin SkrivaÐ: Tað gjørdust tveir súkklarar úr Fjallasúkklufelagnum, sum vunnu føroyameistaraskapin í vegasúkkling, sum varð hildin í Sandoynni leygardagin. Helgi Winther Olsen vann hjá monnunum og Tórvør Østerø Vang hjá kvinnunum. Startur og mál var í Skálavík. Leiðin gekk úr Skálavík, til Sands og Skopunar, har vent varð, og síðan gekk leiðin aftur til Húsavíkar og Dals og aftur til Skálavíkar. Hesin teinur er 51 kilometrar langur. Í opna bólkinum hjá monnum, hvar hesin teinur súkklaður tvær ferðir, 102 kilometrar. Kvinnur og aldursbólkar U23, M 40, M 50 súkklaðu eitt umfar, og síðan til Sands og aftur til Skálavíkar. Hesin teinur er 69 kilometrar. Motiónsbólkurin súkklaði teinin einaferð. Ongin bjóðaði Helga av Hetta kappingarárið hava vit sæð nógvar og spennandi dystir millum Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen. Bæði í tíðarkoyring og í vegasúkkling hava verið fáir metrar millum teir, og líka so fá sekund. Sera javnir, sera ofta. Dávur er júst farin av landinum at lesa, og tí var tað ongin, ið kundi bjóða Helga av til FM-kappingina. Hilmar Hansen, Tórarinn Didriksen, Kjartan Egholm, Bogi Gregersen og Gunnar Dahl-Olsen royndu sum frægast at fáa Helga aftur, men einsamallur, og til tíðir í kolandi mótvindi, so økti Helgi kortini aftur til feltið, og góðar tríggjar tímar seinni, súkklaði Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum ein tryggan sigur heim. Tað gekk ein lítil hálvur tími áðrenn nummar tvey kom um málstrikuna. Nummar tvey gjørdist Hilmar Hansen úr Norðstrok. Frá vinstru Hilmar Hansen, Helgi Winther Olsen og Casper Rosen Spenningur um bronsuna Fleiri súkklarar bardust um bronsuna. Leingi var eingin ivi í, at dysturin um annað og triðja pláss stóð millum Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen. Teir høvdu slitið væl og virðiliga leysir frá restini av súkklarunum, og einsamallir eltu teir Helga og gjørdu sær ætlanir um at sleppa av við hvønn annan rætta tíðspunkt. Beint sum finalan millum teir skuldi vera og einans smáir 15 kilometrar vóru eftir á mál, vildi so illa, at Gunnar punkteraði og noyddist at steðga. Spenningurin um sprintin teirra millum um málstrikuna, báðir kvikir og snildir súkklarar, bleiv tí av ongum. Í bólkinum, ið elti teir, gjørdist tí alt meira spennandi, tí nú var dystur um bronsuna. Casper Rosen, Tórarinn Didriksen, Kjartan Egholm og Bogi Gregersen høvdu allir møguleika at vinna sær eitt triðjapláss. Casper leyp á í brekkuni móti Dali síðstu ferð, og fekk slitið seg leysan. Tórainn koyrdi á, tað hann kundi, men Casper Rosen úr Tórshavnar Súkklufelag, sum hevur vant nógv seinasta árið, slapp undan, kilometur fyri kilometur, og løtu seinni kundi hann súkkla um málstrikuna, góðan minutt framman fyri Tórarinn. Hóast EM vinnari í ½ ironman, so valdi Andrass Joensen at súkkla 70 kilometrar, heldur enn longra teinin. Andrass skal í komandi viku aftur luttaka í stórari kapping uttanlands, og tí avgjørdi hann ikki at súkkla longra teinin. Sum altíð er Andrass væl fyri. Í Sandoynni var onki undantak. Andrass Jóensen úr Føroya Triathlonfelag vann tí trygt sín bólk í M 50. Einar Vang úr Fjallasúkklufelagnum, sum eisini er kendur frá Team Rynkeby, gjørist nummar tvey og grand old man innan føroyska súkkling, Sverri Mohr Edvinsson úr Tórshavnar Súkklufelag, nummar trý. Tað var sera stór luttøka í ár. Hesaferð var eisini ein súkklari í U23 bólkinum. Tað eru nøkur ár síðan vit hava upplivað tað. Líkindini at súkkla vóru ikki góð. Rutan var hørð, og rættiliga nógvur vindur var, og tí er tað eitt bragd, at Niklas Hallgren Niclasen úr Fjallasúkklufelagnum megnaði at súkkla yvir 100 kilometrar stóran part einsamallur. Umframt at Niklas Hallgren Niclassen spælir flogbólt við besta liðið hjá Mjølni, hevur hann í ár valt at royna seg í súkkling eisini. Hann venur bæði fjallasúkkling og vegasúkkling, og hevur, eins og Helgi, valt at royna seg í kappingum í báðum greinum. Niklas valdi at súkkla fulla teinin sum opin bólkur hjá monnum súkklaði, hóast teinurin hjá U23 var styttri, og gjørdist nummar 8 í opnum bólki. Maria Svabo Hansen og Tórvør Østerø Vang saman við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavík, sum handaði heiðursmerki og steyp Nýtt bros hjá kvinnum Allir 30 súkklarar, menn og kvinnur, fóru avstað í senn, og eyðsæð skipaðu fólk seg í bólkar. Hjá kvinnum eydnaðist Tórvør Østerø Vang at sleppa avstað undan Mariu Svabo Hansen, sum báðar kappaðust í opnum bólki um FM heiti. Fleiri kvinnur vóru við, men tær kappaðust í motiónsbólkinum sum súkklaði styttri tein. Tí skuldi dysturin standast millum hesar báðar. Tað var” Miss Rynkeby”, ið helt munin á mál og gjørdist FM vinnari 2021. Tórvør Vang úr Fjallasúkklufelagnum, ið hevur súkklað við Team Rynkeby í nú fleiri ár, vann FM-gullið. Maria Svabo Hansen úr Tórshavnar Súkklufelag vann fyri vikum síðan LM Kring Føroyar. Hon vann trygt tá, men í FM-kappingini mátti hon eitt trin niður á sigurspallinum, og taka móti silvurheiðursmerkinum. Báðar stóðu tær seg væl, og høvdu eisini staðið seg væl millum mennirnar. Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen, handaði heiðursmerkir og ferðasteyp til vinnararnar. Alt úr føroyskum gróti. Kelda: ssf. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021 |
Sigrid og Nicklas hava tikið mát av Føroyum SíÐa 4 Kaj Leo er best umtóktur í landsstýrinum SíÐa 2 Togaðu august til havs SíÐa 7 Olaf Johannessen við í nýggjari Viaplay-røð SíÐa 43 Widerøe byrjað regluliga flúgving við propell flogfari SíÐa 6 ABBA við nýggjari útgávu SíÐa 46 SíÐa 56 Góðan lesihug og framá Føroyar! Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Spennandi avbjóðingar at loysa Avbjóðingin við at fáa til vega býli til allar familjurnar í Føroyum er vorðin ein reellur trupulleiki. Tað er ikki longur eldsálir, umboðandi ein veikan part av okkara borgarum, sum royna at rópa politikararnar upp í eini roynd at fáa gongd á hetta øki. Nú vísir Búskaparráðið eisini á, at okkurt má gerast, tí trot á á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini, sum tað stendur í búskaparfrágreiðingini, ið varð kunngjørd í vikuni. Samstundis er arbeiðsloysið so lágt, at trot á arbeiðsmegi, sambært sama Búskaparráð, ikki longur er ein fyribils avbjóðing, men ein trupulleiki, ið skal loysast. Og víst verður á tørvin á at fáa smidligari skipanir, so neyðug útlendsk arbeiðsmegi kann fáast til Føroyar at taka sítt tørn til tess at tryggja framburðin. Hóast vit hesi seinastu skjótt tvey árini hava havt eina kreppu, sum í longri tíðarskeið hevur lagt virksemið lamið, so hevur hetta ikki ávirkað vøksturin í fólkatalinum stórvegis. Á sumri fyri tveimum árum síðani, tá vit føroyingar veruliga fingu eyguni upp fyri, hvussu stór ferðavinnan er vorðin herheima, vóru vit skrásett 51.822 fólk at búgva í Føroyum. Síðsta summar vórðu vit økt við næstan 800 til 52.613, og hetta seinasta 12 mánaða skeiðið við næstan líka nógvum til 53.399. Undarligt at ímynda sær, at vit upp á tvey ár við kreppu eru vaksin við næstan 1.600 fólkum–tað er jú ein miðal stór føroysk bygd–og kortini hava so stórt trot á arbeiðsmegi, at tað er vorðin ein veruligur trupulleiki. Avbjóðingar, sum vit bert tordu at droyma um fyri bara nøkrum fáum árum síðani, tá vit stríddust við Exit Føroyar gongdini og royndu at finna loysnir fyri hvussu gongd kundi koma á fólkavøksturin aftur. Um íkomna støðan er táverandi visiónsætlanini fyri 2015 at takka, vita vit ikki. Men ein sannroynd er tað, at nógv er eydnast síðan tá. Uppsjóvarfiskiskapurin gjørdist til eina heilt nýggja vinnu samstundis sum alivinnan veruliga fekk fótin fyri seg og ferðavinnan mentist seg til eina eksportvinnu á næstan sama støði sum ávísir partar av fiskivinnuni. Men framburðurin gevur nýggjar avbjóðingar, eins og Búskaparráðið eisini vísir á. Ein av hesum avbjóðingum er at hýsa teimum nógvu fólkunum sum koma. Tí framhaldandi fólkavøkstur og neyðug tilgongd av útlendskari arbeiðsmegi er ein treyt fyri at ferðavinnan, byggivinnan og fiski- og alivinnan kunnu halda hjólunum gangandi, sambært Búskaparráðnum. Tí er tað gott, at stóru kommunurnar hava sæð, at býlistørvurin skal raðfestast høgt í komandi tíðum. Og tað er eisini rætt, at við hesum vøkstrinum verður ikki gjørligt hjá kommununum at lata øllum húskjum grundøki við plássi til stóran urtagarð rundanum. Plássið er avmarkað, og tí mugu vit eisini læra at búgva tættari saman. Sanniliga spennandi avbjóðingar at taka upp hjá lokalum og landspolitikarum, avbjóðingar, sum benda á, at tað í løtuni gongur framá og tað gongur væl í Føroyum. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 2659 Lisnar síður: 17392 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Kaj Leo er best umtóktur í landsstýrinum Serliga eru tað veljararnir hjá andstøðuni, sum peika á heilsumálaráðharran, tá bestu landsstýrisfólkini skulu veljast (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, og núverandi landsstýrismaður við heilsumálum, er tað landsstýrisfólkið, sum hevur størsta tokka millum veljararnar. Í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr. fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið í farnu viku, vóru veljararnir bidnir um at siga hvørji trý landsstýrisfólk í sitandi landsstýri hava klárað seg best. Og næstan tveir triðingar–65 prosent–høvdu Kaj Leo Holm Johannesen millum tey trý, sum peikað varð á. Tølini vísa, at Kaj Leo serliga er umtóktur millum andstøðuveljarar, tá teir verða spurdir um at peika áa tey trý landstýrisfólkini, sum hava klárað seg best í fyrsta helmingi av hesum valskeiði. Heili 81 prosent av veljarunum hjá andstøðuflokkunum peikaðu á Kaj Leo, meðan tilsvarandi talið millum samgonguveljarar var 44 prosent. Samgonguveljarum dáma best Bárð á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen, vísir kanningin. (Sí talvu herundir) Bárður bestu skoru Tá hugt verður eftir hvat av landssstýrisfólkunum hevur klárað seg best (hetta framgongur ikki av talvuni herundir), so er tað kortini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur bestu skoru. 29,9 prosent hava peikað á løgmann sum tann, ið klárar seg best. Síðan koma Kaj Leo Holm Johannesen 26,4 og Jacob Vestergaard 13,3. Á teimum næstu plássunum koma Jørgen Niclasen 8,7, Jenis av Rana 8,1, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir 7,5 og Helgi Abrahamsen 6,1. Hjá sambandsveljarunum peika tveir triðingar (66,1 prosent) á løgmann. Síðan kemur Kaj Leo Holm Johannesen (13,6) og Jenis av Rana (7,6). Bert 3,4 prosent av sambandsveljarunum hava peikað á Helga Abrahamsen sum tann, ið kláraði seg best í fyrra helmingi av hesum valskeiðinum. Sigast skal at kanningin varð gjørd beint eftir, at kunngjørt varð, at Helgi Abrahamsen fór úr landsstýrissessinum í staðin fyri Magnus Rasmussen. Andstøðan serligan tokka til Kaj Leo Millum miðflokkaveljarar eru tað flest, sum peika á Jenis av Rana. Síðan kemur løgmaður og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir (vit hava valt ikki at upplýsa prosenttølini fyri teir smáu flokkarnar, tí óvissan er rættiliga stór her). Tjóðveldisveljarar eru enn meira sannførandi um dygdirnar hjá Kaj Leo, tí hann fær undirtøku av 47,6 prosentum at vera tann, ið klárar seg best. Kaj Leo á baki koma Jacob Vestergaard (14,9) og løgmaður (12,6). Nógv teir flestu framsóknarveljarar, næstan helmingurin, peika á Kaj Leo Holm Johannessen, framman fyri Jørgen Niclasen og løgmann. Sjálvstýrisveljarar peika á ávikavist Jenis av Rana, Jacob Vestergaard og Bárð á Steig Nielsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 3 Nógv flest vilja hava Aksel aftur í løgmanssessin Sitandi løgmaður missir undirtøku í fólkinum vísir seinasta veljarakanningin hjá Spyr. fo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Undirtøkan millum fólkið fyri Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni er niðureftirgangandi. Tá Spyr. fo í farnu viku spurdu veljarar um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval, vóru tað 21,9 prosent, sum svaraðu Bárður á Steig Nielsen. Sostatt hevur sitandi løgmaður munandi lægri undirtøku nú, enn hann hevði á teimum undanfarnu kanningunum. 30 mars peikaðu 27,5 prosent á sitandi løgmann, og 29. juni vóru tey 26,8 prosent. Hinvegin økist undirtøkan fyri undanfarna løgmanni, Akseli V. Johannesen. Nú eru 36,7 prosent av veljarunum, sum ynskja formann Javnaðarfloksins aftur í løgmanssessin. Hetta er sostatt munandi meira, enn hvat tað eru veljarar, sum siga seg fara at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum um val var nú. Javnaðarflokkurin fekk 28,0 prosent í somu kanning. Millum veljararnar er løgmansspurningurin framvegis ein spurningur millum Bárð og Aksel, tí tey vórðu biðin um at peika á ein av floksforfólkunum, tí hini møguligu løgmansevnini hava ikki so stóra undirtøku. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, er triðbest umtókti í hesum stríðnum. 11,1 prosent peika á hann. Hetta er ein afturgongd í mun til seinast–kanska eitt sindur undrunnarverrt, tí Tjóðveldi hevði annars framgongd í mun til undanfarnar kanningar. 9,0 prosent peika á Jørgen Niclasen sum løgmann, nakað meira enn undanfarnar kanningar. 4,9 prosent peika nú á Ruth Vang, 3,6 á Jenis av Rana og 0,7 prosent preika á løgmansvalevnið hjá Sjálvstýri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 4 Sigrid og Nicklas hava tikið mát av Føroyum Teir báðir donsku studentarnir hava arbeitt sum landmátarar og hava eisini gjørt sær sínar metingar um land og fólk (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Hon eitur Sigrid og er 26 ár. Hann eitur Nicklas og er 23 ár. Tey eru bæði donsk og úr Keypmannahavn. Tey taka landmátaraútbúgvingina á deildini hjá Aalborg Universiteti í Keypmannahavn, har tey hava staðið fyrsta árið. Tey hava verið í Føroyum í knapt tveir mánaðir, og hesa tíðina hava tey arbeitt á Umhvørvisstovuni. Í síðstu viku fóru tey heim aftur við Norrønu–tey høvdu ein fínan túr til Føroya, ikki minst tí at Danmark spældi seg í semifinaluna í fótbólti, meðan tey sigldu. Tað, sum brýtur mest frá: Ólavsøkan! Tá ið eg spyrji, hvat hevur verið tann mest serstaka upplivingin í Føroyum, so ivast tey ikki: Ólavsøkan! Nicklas sigur, at nógv verður tosað um munin millum Føroyar og t. d. Danmark, men í tí gerandisliga hugsar tú ikki um tað. –Fólk tosa væl danskt, og ein føroyskur handil og vøruúrvalið har líkist tí, tú kennir frá Danmark, og teldusamskiftið, bilaflotin, skrivstovurnar o. s. fr. er alt tað sama. Men ólavsøkan, tað er nakað heilt annað, sigur hann. –Tá føldu vit rættiliga, at vit vóru í Føroyum, tí ólavsøkan er so serstøk og eitt fyribrigdi, sum tú ikki kanst uppliva í Danmark. Eg var so býttur at spyrja ein føroying, hvat vit skuldu gera á ólavsøku, og hann svaraði‘ ingenting’, vit skuldu bara ganga í býnum, uppliva býin, greiðir Nicklas frá, sum ikki heilt skilti svarið, fyrrenn hann kom í býin. Magiskur felagsskapur–Her eru túsundavís av fólki, einstaklingar, pør, bólkar, sum koma saman á einum stað, men talan er ikki bara um eina mannfjøld: í hesum fólkahavinum formerkir tú ein næstan magiskan felagsskap, eru tey bæði Nicklas og Sigrid samd um. Tey halda, at tað er bergtakandi at síggja, hvussu tíðin so at siga er sett úr gildi: fólk standa í hópum og tosa, stutt ella leingi, summi verða standandi, meðan summi fara víðari, einsæris ella í einum ella fleiri bólkum, møta nýggjum fólkum fyri síðani at steðga á aftur, smakka sær á og tosa og flenna, summi mælskari enn onnur... Og huglagið ger, at tey eisini kenna seg at hava samband við hendan felagsskapin og tí eisini tosa við fólk, sum tey ikki kenna... Tey hava fingið við, at á ólavsøku verða ósemjur lagdar til viks–siðvenjur og felagskenslan eyðkennir huglagið. Tað gav kortini at bíta, tá ið onkur rópti“ loysing”, tá sangurin undir tinghúsinum endaði, og summi róptu fagnaðarróp og onnur“ klovn!” . Vóru til ymisk titøk Sigrid hevur verið á ólavsøku sum 14 ára gomul saman við einari danskari vinkonu, sum vitjaði skyldfólk í Runavík. –Tá fylgdi man bara við. Hesa ferð ráddi eg mær sjálvari. Umframt at vera til ólavsøkuskrúðgonguna og kórsangin, so vóru vit til fólkafundin á háskúlanum og til fólkafundin hjá Unga Tjóðveldi, har fólk stóðu sum sild í tunnu, sigur Sigrid, sum–sjálvt í korounutíð–hevur heft seg við serligu snapsa-siðvenjuna. Forvitni og útliongsul Hóast Sigrid áður hevur verið í Føroyum, so var tað ikki hon, sum tók stigið til føroyaferðina. Tað var Nicklas, sum var farin at kanna møguleikan fyri at fara til Grønlands, men endaði við velja Føroyar. Í Danmark er landmáting privat virksemi, og almennir myndugleikar keypa hesa tænastuna. Í Føroyum ger Umhvørvisstovan sjálv tær landmátingar, sum hon hevur brúk fyri. –Eg var eitt sindur forvitin eftir at vita, hvussu hendan skipanin riggaði í verki. Sigrid og eg vóru í lesibólki saman á universitetinum,, so eg spurdi, um hon ikki hevði hug at koma við, sigur Nicklas. Sigrid sigur, at eftir køvandi koronutilveruna var útlongsulin stórur, men at brúka tveir mánaðir–alla feriuna–í Føroyum, tað helt hon fyrst vera í meira lagi. –Men at enda lat eg mær siga, og tað angri eg ikki, sigur Sigrid. Væl móttikin Tey bæði hálova leiðslu og starvsfólkum annars á Umhvørvisstovuni fyri móttøkuna og starvstíðina har. –Tey tóku óvanliga væl ímóti okkum. Vit fingu eina greiniliga kunning um Umhvørvisstovuna, hvørjar uppgávur hon hevur og hvussu arbeiðið er skipað, og vit fingu meir at kalla ein fyrilestur um arbeiðið við at gera kort o. l. í Føroyum, greiða tey frá og leggja afturat, at tey illa duga at ímynda sær, at tvey lesandi høvdu fingið líknandi móttøku á donskum arbeiðsplássi. Umframt upplæring viðvíkjandi arbeiði, sum verður gjørt við telduna, so hava tey gjørt nógvar landmátingar kring landið. Tað passaði væl, eftirsum landmáting í verki var størsti tátturin í lestrarhálvuni fyri summarsteðgin. Mest serstaka sjónin: Mykines Í hesum arbeiði eru tey komin víða um í Føroyum: Tey hava verið á øllum teimum størru oyggjunum og onkrari av teimum smærru við. Hetta hava verið ymiskar og góðar náttúruupplivingar, og tá ið tey skulu taka eina waw-uppliving burtur úr, so eru tey á einum málið: Mykines! –Tá ið tú stendur á sørvágskai, so hevur tú kensluna av, at tað slepst ikki longur. Og so er kortini ein oyggj uppaftur longri úti, og tað var ein bergtakandi sjón–bæði í frástøðu og tá ið tú komst niðaná, siga tey bæði. Sjálvt um tað var summardagur, so var so mikið í sjónum, at tey bæði spekuleraðu uppá, um tey mundu fara at sleppa inn aftur frá heimsins enda. Tað elvdi sjálvsagt til prát um lagnudagin hjá Peturi presti, sum–eftir at hava havt brúðarvígslu í skundi í Mykinesi–við ringum tannabiti játtaði at doypa ein nýføðing. Mykineskyrra Tað gekk uppaftur skjótari fyri seg enn brúðarvígslan, tí Petur skuldi vera á lendingini, áðrenn sjóvarfallið vendi. Men sjóvarfallið bíðar ikki, so teir á bíðandi bátinum fóru aftur til árarnar, prestur varð veðurfastur í Mykinesi og Barbara fór einsamøll til Havnar... So illa gekst ikki hjá Nicklasi og Sigrid, sum hevur lisið‘ Barbaru’–tey sluppu av oynni sama dag og komu aftur í aftur í øllum góðum–aftur til Umhvørvisstovuna, har starvsfelagarnir hava verið óførir at sæð til, at tey ikki hava sitið fyri seg sjálvi, men hava verið við í prátinum á stovninum, tá ið matar- og drekkasteðgir hava verið. Umframt náttúruupplivingarnar í sambandi við landmátingarnar, so hava tey eisini verið við á skipaðum gongutúrum á fjøllunum, eitt nú av Hellunum til Fuglafjarðar umvegis Góðadal og Altarið. Grindadráp-ógvusligt og bergtakandi Mótsetningin til friðin á gongutúrinum upplivdu tey, tá ið tey sóu grind verða hildna til í Skálafirði. –Tað var ein uppliving fyri at kalla allar sansir, sigur Nicklas, sum eisini hevur etið grind og spik. Tey nýta lýsingarorð sum‘ øtilig’,‘ vill’,‘ ógvuslig’, og‘ ágangandi’ um hesa serstøku upplivingina, og taka til, hvussu væl arbeiðið at reka og drepa grindina samskipað, og hvussu skjótt tað er, til alt er yvirstaðið. Tey flestu, sum hava kritiserað grindadrápið, eru fólk í stórbýum í protestantiskum londum, sum hava havt hjálond, ella eru niðursetufólk, ið hava rikið upprunafólkið undan sær, tá tey hava víðkað búøkið og harvið flutt the frontier. Tey bæði ungu, donsku stórbýarbørnini hava kortini ikki fortreð av grindadrápinum. “ Hvat gert tú her?!” –Hetta er eitt sláturhús undir opnum himli. Hetta eru stórdýr, sum tú ikki kanst binda niður, og droyrin sær ógvusligur út. Og so eru pengar ikki uppií, sigur Sigrid, og eg latið vera við at oyðileggja idyllin við at fortelja teimum, at nú verður skjótt lógligt at handla við tvøsti og spiki. Eg veit ikki, um grindavísan var kvøðin á landsdansistevnuni herfyri, men Nicklas hevði vitað tað. Hann var á landsdansistevnuni, meðan Sigrid var á Voxbotn! Konan, sum hann leigaði frá, bjóðaði honum við á landsdansistevnuna, og tað var eitt forvitnisligt upplivilsi. Men tað var eisini forvitnisligt hjá dansifólkinum at síggja Nicklas har. –Hvat gert tú her, spurdu tey. Ikki ákærandi, men meira tí at tey mundu halda, at eg–ungur og útlendskur–var vilstur, sigur Nicklas flennandi. Danskarar vita (ov) lítið um Føroyar Á Voxbotn undraðist Sigrid á, hvar øll hesi fólkini komu frá. –Vit hava verið í býnum í Havn fleiri kvøld. Tá eg var á Voxbotn spurdi eg meg sjálva, hvar øll hesi fólkini eru eitt vanligt leygarkvøld, sigur Sigrid. Tá tú lesur hetta eru tey bæði Sigrid og Nicklas aftur í Keypmannahavn. Har fortelja tey helst vinum og kenningum um lagghallu viðurskiftini landanna millum. –Føroyingar tosa danskt, men vit skilja ikki føroyskt. Føroyingar vita nógv um Danmark, men vit vita næstan einki um Føroyar, sigur Sigrid umberandi, tó at tey bæði hava lisið eitt sindur uppá, áðrenn tey komu. “ Havi fyrilit, tá ið tit byggja!” Teimum hevur dámt væl hendan dvølin í Føroyum, og tað kann væl henda, at tey koma aftur. Nicklas vónar, at tað, tey tá fáa at síggja, ikki er ein broyting til tað verra. Hann vísir á, at tað verður bygt so nógv og so skjótt, sum nú, tá hava tann beina linjan og tann rætti vinkulin ofta lætt við at vinna frama. –Tá er eisini vandi fyri, at at virðismikil landsløg verða planerað og søguligir bygningar javnaðir við jørðina. Tí vóni eg, at Føroyar hava ein greiðan politikk, tá ið tað kemur til mentanararv, sigur Nicklas og Sigrid tekur undir. Vit hava sitið á kaffistovuni í gamla bókhandli í Havn, og tey fara heim at pakka–hon í Havn og hann í Kollafirði. Og meðan eg pakki saman, so hugsi eg um, um hesin bygningurin mundi vera partur av ætlanini um javna býlingin úti á Reyni við jørðina í 1970-unum... (Privat mynd) (Privat mynd) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 5 Størv Framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. Widerøe byrjað regluliga flúgving við propell flogfari Fyrsta regluliga flogfarið lendi fyrrapartin í gjár í Vágum (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Norska flogfelagið Widerøe fór fríggjadagin undir regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Bergen. Fyrsta flogfarið lendi beint fyri klokkan 12. Flogið verður tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar. Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q 400 til flúgvingina. Hesi taka 78 ferðandi, og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør. Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia, og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir. Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók á flogvøllinum: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 7 Togaðu august til havs Ein deyður augustur var týsmorgunin sæddur í Hestfirði (Mynd: Elias Zachariassen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað var fyrrapartin týsdagin, at fólk sóu ein deyðan august fara rekandi í Hestfirði. Eitt langt slør av lýsi kom frá hvalinum og fór við rákinum. Brimil kom seinnapartin á staðið, og sleipaði hvalin 20 fjórðingar frá landi. Hann skuldi tí nú ikki longur verið til ampa fyri nógvu smábátarnar, sum í hesum døgum eru eftir náta. Myndirnar niðanfyri hevur Elias Zachariassen tikið á Brimli. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík Nýggi depilin letur upp í januar 2023, og fer at hava 15 íbúðir (Mynd: Almannamálaráðið) SkrivaÐ: Sverri Egholm Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt síðsta fríggjadag røðu til hátíðarhaldið, nú arbeiðið at gera nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða byrjar. Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er í Klaksvík á Stangavegi 53, og arbeiðið at umbyggja bygningin er farið gongd. Talan er um gamla Nema bygningin, sum Pf. Christian í Grótinum hevur keypt. Felagið hevur gjørt sáttmála við Pf. Kanjon um at innrætta húsini til ætlaða leigumálið. Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 Nýtt miðvíst endurvenjingarskeið til fólk við sclerosu Talan er um eitt intensivt skeið í tríggjar vikur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har luttakararnir fáa ymsar venjingar, útspenning o. a. Skeiðið er skipað sum bólka- og einstaklingarvenjingar og tey, sum standa fyri nýggja endurvenjingarskeiðinum eru fysio-, ergoterapeutar og røktarstarvsfólk-Hetta tilboðið hevur verið leingi ávegis og tað er ein góð kensla, nú vit eru komin á mál, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi SkrivaÐ: Tíðindaskriv Sjúkrahúsverkið bjóðar nú fólki við sclerosu eitt nýtt miðvíst og skipað endurvenjingartilboð. Talan er um tilboð, ið fer fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Talan er um eitt intensivt skeið í tríggjar vikur, har luttakararnir fáa ymsar venjingar, útspenning o. a. Harumframt fáa luttakararnir bjóðað undirvísing í kosti, ætlað fólki, ið eru rakt av sclerosu, taluvenjingar við logopædi og røkt. Skeiðið er skipað sum bólka- og einstaklingarvenjingar og tey, sum standa fyri nýggja endurvenjingarskeiðinum eru fysio-, ergoterapeutar og røktarstarvsfólk. Tey sum luttaka fáa bjóðað innivist á gestagongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta hevur verið eitt stórt ynski frá teimum, so tey betur kunnu hugsavna seg um endurvenjingina. Tað eru kommunulæknar, sum senda ávísing til Sjúkrahúsverkið. -Hetta tilboðið hevur verið leingi ávegis og tað er ein góð kensla, nú vit eru komin á mál, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi-Sjúkrahúsverkið hevur seinastu mongu árini bjóðað borgarum við sclerosu endurvenjing, men tá hevur talan verið um einstaklingatilboð. Royndirnar við bólkavenjingum eitt nú til sjúklingar við Parkinson á Suðuroyar sjúkrahúsi, siga okkum, at tað eisini gevur nakað eyka, tá fólk við líknandi avbjóðingum, eru saman styttri tíðarskeið. Fyrsta endurvenjingarskeiðið byrjar 4. oktober 2021 og er longu fult teknað. Talan er um eitt føroyskt konsept, og ætlanin er ikki at tað skal koma ístaðin fyri verandi tilboð og avtalur, ið Sjúkrahúsverkið hevur við Haslev Sclerosehosptal. Fimm til seks fólk við sclerosu fáa bjóðað uppihald á Haslev Sclerosehospital árliga og hendan avtalan heldur fram. Vitan ið fremur–undirvísing til heilsustarvsfólk Ætlanin er eisini at skipa fyri undirvísing fyri heilsustarvsfólkum í rehabilitering og røkt innan økið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosehospital, har tað eru fysio-, ergoterapeutar og sjúkrarøktarfrøðar, ið standa fyri undirvísingini. Seinasta heyst skipaði Klaksvíkar Sjúkrahús fyri undirvísing, har millum annað heilsustarsfólk frá Almannaverkinum, kommununum og starvsfólk frá Sjúkrahúsverkinum luttóku. Undirvísingin varð væl móttikin, og fleiri eftirlýstu undirvísingina sum eitt afturvendandi tiltak. Klaksvíkar Sjúkrahús og Haslev Sclerosehospital tosa nú saman um at skipa fyri undirvísing fyrst í oktober og aftur bjóða heilsustarvsfólkum hjá Almannaverkinum og kommunununum at luttaka. -Tað er sera umráðandi, at vitanin innan sclerosu kemur út til tey heilsustarvsfólk, ið eru um borgaran við sclerosu. Vit í Sjúkrahúsverkinum taka fegin á okkum leiklutin at deila hesa vitan, so heilsustarvsfólk í Føroyum kunnu fáa eina felags fatan um sclerosu, og hvussu vit á besta hátt kunnu veita endurvenjing innan økið, sigur Alexandra á Dul. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Ivast í um fólk fara at lata seg kanna Frá 1. september er ikki longur krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Í staðin verður mælt til at lata seg kanna nakrar dagar áðrenn fráferð og eftir komu, men Pál Weihe ivast í, at fólk fara at fylgja hesum tilmælunum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: 31. autust var seinasti dagur við kravdum koronukanningum við landamørkini. Frá 1. september varð í staðin mælt til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftan á komu til Føroya. Eisini verður heitt á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin. Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, ivast tó í avgerðini hjá myndugleikunum um at steðga við at kanna fólk við komu. Hetta, tí hann sigur seg ivast í, at fólk fara at fylgja tilmælinum um at lata seg kanna. –Eg hugsi, at ein partur fer, men kanska tann parturin, sum hevur størstan tørv á tí, fer ikki at gera tað, sigur hann við Útvarpið. Hann heldur ikki, at tað er ein varandi loysn, tí tað kann vera, at smitta kemur at breiða seg aftur, og at vit tí verða noydd at seta marknakanningar í verk aftur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Koronalinjan hevur lagt hornið á Vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur, og tí er avgjørt, at virksemið á Koronalinjuni heldur uppat SkrivaÐ: Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímum seinastu 18 mánaðirnar helt Koronalinjan uppat klokkan 15 týsdagin 31. autust. Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur. Tí er eisini avgjørt, at frá 1. september 2021 heldur virksemið á Koronalinjuni uppat, og fer Koronalinjan ikki at svara uppkallum longur, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. Men hóast Koronalinjan verður niðurløgd, er heimasíðan www. corona. fo framvegis virkin við viðkomandi upplýsingum og kunning. Eisini er møguligt at bóka tíð til koronukanning og koppseting á www. corona. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Met sett á føðideildini fríggjadagin Tíggju føroyingar føddir sama dag-hetta er púra óvanligt, og tað gav teimum á føðideildini nógv at gera. Alt gekk væl, skrivar Landssjúkrahúsið Dagurin 27. august skilur seg ordliga út á talvuni, har nálir verða settar í fyri hvørja føðing SkrivaÐ: Agnar Prestá Fyri hvørt barn sum verður borið í heim á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, verður ein nál sett í serligu talvuna, ið har hongur. Fríggjadagurin 27. august var ein heilt serligur dagur, tí heili tíggju nálir vórðu settar í-ein fyri hvørt vælskapta barn, ið kom í verðina. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á Facebooksíðu sínari. Tað er ikki vanligt, at tað er so nógv at gera á føðideildini ein og sama dag. Tí var nógv trýst á-bæði so og so. -Hóast 10 føðingar uppá eitt samdøgur er nógv fleiri enn vanligt, so gekk alt væl, skrivar Landssjúkrahúsið Mynd: Landssjúkrahúsið Talan er um met. Joan Niclasen, ljóðsmóðir á føðideildini, tosaði leygarkvøldið við Kringvarpið. Hon segði, at tað var ein serligur og væleydnaður dagur á deildini. -Eingin átti á gongini og fleiri eru longu útskrivaðar, segði hon millum annað. Joan Niclasen segði eisini, at tað í miðal eru áleið tvey børn fødd um samdøgrið, og at tað onkutíð hevur verið uppi á fimm. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Flogfar fekk fugl í motorin, og tí eru seinkingar í flogferðsluni í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Nakað av ólagi kom í flogferðsluna hjá Atlantsflogi fyrst í hesi vikuni. Orsøkin ver, at eitt flogfar fekk ein fugl í annan motorin, tá tað skuldi seta seg í Vágum sunnudagin, og tí kundi tað ikki brúkast. Motorurin fekk tó ongan skaða, og flogfarið kundi setast í flúgving aftur seinnapartin mánadagin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Átta mánaðar fongsulsrevsing fyri neyðtøku Ein 27 ára gamal maður, sum í Føroya rætti fekk hálvt árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku, fekk í farnu viku herda revsing í Landsrættinum–hann skal nú inn at sita í átta mánaðir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Í farnu viku fekk ein 27 ára gamal maður átta mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing í Eystara Landsrætti fyri neyðtøku av einari javngamlari kvinnu. Maðurin hevði fingið hálvt árs fongsulsrevsing í Føroya rætti, og er talan sostatt um eina herda revsing, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi. Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið kvinnuna, sum er fyrrverandi unnusta hansara, meðan hon svav. Í sambandi við málinum, hevði Landsrætturin eisini høvi at taka støðu til, um herðingin av revsingini fyri kynslig brotsverk, sum kom í gildi í Danmark í 2016, eisini er galdandi í Føroyum. Men í Landsrættinum varð boðað frá, at mann ikki uttan fráboðan frá myndugleikunum kann herða revsingina í Føroyum. Michael Boolsen, fúti, sigur, at hann er nøgdur við dómin, undir núverandi umstøðum, og er ásetingin av slíkari treytaleysari fongsulsrevsing eitt greitt tekin um, at samfelagið ikki góðtekur slíkan atburð. –Eg vóni, at hesin dómurin er við til at fáa fólk at hugsa seg væl um, hvussu tey bera seg at, tá hetta málið tíverri ikki er eitt eindømi, sigur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Ben Arabo og aðrir ætla at keypa Magn Eitt felag við navninum Spf. Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard Ben Arabo er stjóri í Spf. Orkufelagið, og hevur næstu átta vikurnar fingið einkarætt at samráðast. Hann sigur við útvarpið at partarnir longu eru samdir um yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið, og arbeitt verður nú við at fáa fígging. Ætlanin er at endaliga avtalan verður klár í november. Keypsprísurin er 606 milliónir danskar krónur, men við í søluprísinum er yvirtøka av skuld og onnur fíggjarlig viðurskirfti, so at sølan av partabrøvunum er um 493 milliónir danskar krónur. Tað eru Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus, sum fyrr í ár stovnaðu smápartafelagið Orkufelagið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021–Manglandi arbeiðsmegin er eisini ein skúlatrupulleiki Tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum, bæði tí tað er trupult at finna útlendska arbeiðsmegi, men eisini tí, at núverandi skúlaskipanin leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, sigur stjórin í Demich (Savnsmynd) SkrivaÐ: Skulu vit klára at nøkta eftirspurningin og fylgja við grøna orkuskiftinum, mugu vit fáa atgongd til væl fleiri starvsfólk, serliga útbúnar handverkarar. Harafturat má útbúgvingarskipanin tillagast tær uppgávur, sum grøn orka hevur við sær. Tað heldur Rói Kalsø, stjóri í Demich. Fyritøkan veitur tænastur innan rør, hita og ventilatión, sum eru grundleggjandi í hvørjari byggiverkætlan. Harafturat fyllir grøna orkuskiftið alsamt meira, har søla, uppseting og viðlíkahald av hitapumpum gerst eitt størri virkisøki. –Vit merkja, at tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum. Vit tillaga sjálvsagt virksemið til tann kapasitet, sum vit hava, men tað er einki at ivast í, at vit kundu átikið okkum munandi meira, um vit høvdu starvsfólk til tess, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Stjórin í Demich, ið hevur um 70 starvsfólk, greiðir frá, at tey kundu bjóða munandi fleiri fólk starv. Hann sigur, at tey hava takkað nei til fleiri stórar verkætlanir, tí at tað ikki ber til at finna fólk. Rói Kalsø greiðir frá, at tað gerst truplari at finna útlendska arbeiðsmegi, men skúlaskipanin er eisini ein trupulleiki, tí hon leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, og tað kann gera tað trupult at fáa lærlingar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Arbeiðsloysið 1,2 prosent í juni Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys–tað er nakað minni enn sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 1,8 prosent (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Í juni mánað var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent, skrivar Hagstovan. Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys, og tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið í juni 2021 var lægri enn í juni 2020, har arbeiðsloysið var 1,8 prosent. Í juni í fjør var arbeiðsloysið hjá avíkavíst monnum og kvinnum 1,8 prosent og 1,5 prosent, men í juni í ár var tað 1,2 prosent hjá báðum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Kanning: Vit fáa helst ov lítið av jodi Úrslit eru komin av jodkanningum av føroyingum millum 40 og 74 ár og av føroyskum vatni, og niðurstøðan er, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til tilmælið frá Heimsheilsustovninum (Mynd: Gransking. fo) SkrivaÐ: Heimsheilsustovnurin, WHO mælir til, at øll heimsins lond hava eftirlit við jodstøðuni hjá borgarum. Eingi hagtøl hava verið fyri jodið í føroyingum, men nú eru úrslit av fyrstu føroysku kanningini almannakunngjørd, skrivar Granskingarráðið. Tað er Stoffskiftisfelagið, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetrið og Ålborg sjúkrahús. Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum/Sjúkrakassagrunninum, granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Ålborg sjúkrahúsi og Dancea research programme. Tey siga m. a. soleiðis um kanningina og úrslitini:–Endamálið var at kanna, hvussu jodføðslustøðan er í føroyingum í aldrinum 40-74. Harafturat eru framdar vatnkanningar av 12 ymsum støðum í Føroyum at kanna, hvussu jodstøðan er í føroyska vatninum. –Jod er lívsneyðugt fyri stoffskiftið. Ov høgt ella ov lágt jod kann elva til stoffskiftissjúkur, umframt, at ov lágt jodstøði hjá barnakonum ávirkar negativt á intelligensin hjá børnum teirra (lægri IQ). Eldri danskar kanningar vístu, at danir høvdu lágt jodinnihald, og tískil kom eitt danskt lógarkrav í ár 2000, sum segði, at húsarhaldssalt skal tilsetast jod og at breyð, sum er í sølubúðum, skal innihalda jodríkað salt. Ein fær jod ígjøgnum kostin, og serliga høgt innihald av jod er í fiski og sjóðgæti. Í nógvum londum er eisini høgt jod í mjólk og mjólkaúrdrátti, men eingi tøl eru á føroysku vørunum. –Tað ber til at kanna jodinnihaldið í landinum, hetta svarar næstan til jodinnihaldið í blóðinum. 491 føroyingar í aldrinum 40-74 ár lótu landroyndir, hetta svarar til 10 prosent av føroyingum í hesum aldursbólki. Jodinnihaldið varð mátað við ceri/arsen háttinum. Útslitið vísir, at median landjodinnihaldið er 101 µg/L, (21 µg/L-1870 µg/L). Íalt lógu 37 prosent av luttakarunum í normal økinum. Eingin hevði álvarsligt jodtrot, men helmingurin av luttakarunum høvdu ov lágt jod í landinum í mun til WHO-tilmælið. Tað var ein postivur samanhangur millum, hvussu nógvan fisk og annan úrdrátt úr sjónum luttakararnir ótu og jodstøðið í landroyndunum. –Jodinnihaldið í føroyskum vatni er sera lágt; <2 µg/L í øllum 12 støðum, sum vóru kannað. Niðurstøðan eftir fyrstu úrslinum av kanningini av jodinnihaldi í føroyingur vísur, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til tilmælið frá Heimsheilsustovninum, og at fleiri kvinnur enn menn høvdu lægri jodinnihald í landinum enn viðmælt; tað kann hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í Føroyum. Ein kanning er ov lítið til at siga nakað um jodstøðuna hjá føroyingum, men nýggjar jodkanningar eru eisini á veg í øðrum aldursbólkum, sigur Granskingarráðið. Greinin um jod í Føroyum er útgivin í tíðarritinum British Journal of Nutrition og kallast "Iodine nutrition among the adult population of the Faroe Islands–a population-based study". Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Stig Andersen, Pál Weihe, og Anna Sofía Veyhe. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Koronustoyturin hevði væl minni neiligar avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og normaliseringin er gingin skjótari. Tí er metingin av BTÚ fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi, sigur Búskaparráðið, sum í vikuni kunngjørdi heystfrágreiðingina fyri 2021 Fróði Magnussen (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Skjóta normaliseringin talar fyri størri avlopum, sigur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum. Koronustoyturin hevði væl minni neiligar avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og normaliseringin er gingin skjótari. Tí er metingin av BTÚ fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi. Í vár var vøksturin í BTÚ í leypandi prísum mettur til 4,6 prosent fyri árið 2021, men nú er metingin 7,9 prosent. At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini. Í vár lýsti Búskaparráðið árið 2021 við orðinum normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntaðust at sleppa inn á útlendsku marknaðirnar, og somuleiðis útlendsk ferðafólk aftur til Føroya. Hendan normalisering er farin fram skjótari, enn væntað varð í vár, og tað avspeglast í høga vøkstrinum í BTÚ í 2021. Væntandi fer hendan normalisering at halda fram í 2022 eisini, áðrenn sigast kann, at umstøðurnar hjá útflutningsvinnum okkara aftur eru, sum undan koronu. Væntanin um eina skjótari normalisering í útflutningsvinnum okkara samsvarar væl við dagførdu útlitini fyri heimsbúskapin hjá IMF og OECD; búskaparligu útlitini fyri stóru útflutningsmarknaðir okkara eru munandi meira bjartskygd enn áður, nú koppingsetingin er komin væl áleiðis. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett til at verða -2,4% í 2020, 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Metingin av árinum 2020 frá í vár var eitt tvífalt so stórt fall í BTÚ, men privata nýtslan hevur víst seg at vera størri í 2020, enn áður mett, og hevur givið eitt positivt ískoyti til vøksturin í BTÚ í 2020, heldur enn at hála BTÚ niður. Broytta metingin av niðurgongdini í BTÚ í leypandi prísum í 2020 og bjartskygdari metingin av vøkstrinum í 2021 sigur nakað um, hvussu skjót vendingin í búskapinum kann vera í einum pinkubúskapi, sum tí føroyska. Orsøkin til, at stoyturin ikki gjørdist so ógvusligur, er millum annað, at hjálparpakkarnir í Føroyum og úti í heimi gjørdu stóran mun í at bøta um avleiðingarnar av koronustøðuni. Føroysku húsarhaldini eru ikki vorðin stórvegis ávirkaði av hesum stoyti; tey eru bjartskygd, og tað sæst aftur í øktu nýtsluni, ið stuðlar uppundir innlendis handilsvinnuna. Privata nýtslan er, saman við øktum privatum íløguvirksemi somuleiðis við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. Umframt øktan innlendis eftirspurning, er ein størri tøkunøgd av laksi saman við einum lítlum prísvøkstri, við til at hála vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp í 2021. Nøgd og prísir á laksi verða somuleiðis mett at hækka eitt vet í 2022, so hvørt sum eftirspurningurin við vaksandi talinum av koppsettum fólki økist. Makrelfiskiskapurin verður hinvegin vegna vantandi avtalu við Bretland, væntaður at geva lægri útflutningsvirði í bæði 2021 og 2022 samanborið við í 2020. At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini. Hallið á fíggjarlógini er mett at verða 300 mió. kr. í 2021 og 200 mió. kr. í 2022. Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir í eini búskaparstøðu við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri, ikki hava avlop. Í Játtanarkørmunum fyri 2022 frá apríl í ár væntaði Landsstýrið, at tað framhaldandi fór at vera hall á fíggjarlógini fyri 2022 og eitt lítið avlop í 2023 við ymiskum átøkum fyri 60 milliónir krónur, sum ikki eru nágreinaði enn. Landskassin átti at havt í minsta lagið 150 milliónir krónur í avlopi í 2022. Harvið verður tó ikki sagt, at Landsstýrið í óðum verkum skal tátta í, men heldur, at tørvur er á ítøkiligum ætlanum, ið virka fyri haldførum fíggjarpolitikki. Ikki minst sæð í ljósinum av demografisku avbjóðingunum, ið Føroyar skal møta komandi árini við skjótt vaksandi talinum av eldri borgarum. Í ferðavinnuni er gongdin júst vend, men størsta avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi. Ferðavinnan væntar ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin. Umboð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi til ymsu uppgávurnar, tí tað í ES-londunum er stórur eftirspurningur eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Í fiski- og alivinnuni hevur somuleiðis verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og er tørvurin framvegis stórur. Í verandi løtu er lítið og einki arbeiðsloysi í Føroyum og tískil er torført at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til lønarglíðing, verða tálmaðir. Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping. Trot á bústøðum er somuleiðis ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Treka útboðið av bústøðum er saman við stóra fólkavøkstrinum við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Skilagott er um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, so útboðið av bústøðum betri kann standa mát við eftirspurningin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Toyota á ovastu rók síðsta mánað Tað var Toyota sum var best umtókta bilmerkið í august. 24 bilar av japanska bilmerkinum fóru um diskin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm 24 bilar av japanska slagnum Toyota fóru um diskin í augustmánað, og tað var harvið mest selda bilmerki í farna mánaði, vísa tølini frá Akstovuni. Suðurkoransku merkini Hyundai og Kia liggja á einum deildum øðrum plássi við 16 bilum hvør. Amerikanska Ford, týska Volkswagen og svenska Volvo deilast um triðja plássi við 12 bilum hvør. Samanlagt er Kia mest seldi bilur higartil í ár við 209 bilum. Toyota er næstmest seldi bilur við 193 bilum, og við 168 er Volkswagen triðmest seldi bilur. Sølan av bilum er nakað hægri í ár enn hon var í fjør. Um hesa tíðina í fjør vóru 1.910 nýggj akfør skrásett, og hetta talið er í løtuni 1.995. Ein øking upp á 85 akfør og í prosentum er tað 4,45. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Góðar 81 milliónir í avlopi fyrra hálvár Lutfalsliga lækkandi útreiðslur, saman við inntøkum frá nógvum nýggjum kundum ger, at úrslitið hjá Betri Banka fyri fyrra hálvár 2021 er gott (Mynd: Betri) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Betri Banki hevur havt tilgongd av nýggjum privat- og vinnukundum seinastu árini og góða gongdin heldur fram í 2021. Bankin hevur aftur í ár økt síni útlán til privat- og vinnukundar. Samstundis er eftirspurningurin eftir at gera íløgur í virðisbrøv søguliga høgur. Tað er framvegis ókeypis at hava kontu í Betri Banka. Tað eru ongar ætlanir um at rokna negativa rentu av pensiónsuppsparingum, og markið á 400.000 krónum, fyri nær bankin roknar negativa rentu hjá privatkundum, er ikki broytt. Vit fegnast um, at tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging í Betri Banka. At hetta er eydnast, samstundis sum bankin hevur ein nøktandi rakstur og kapitalviðurskifti, stendst av dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum, tilgongd av nýggjum kundum, og afturhald í útreiðslum, saman við einum samtakið, sum hevur víst bankanum neyðuga álitið at fáa styrkt kapitalgrundarlagið, við ikki at krevja stórvegis vinningsbýti úr bankanum, fyrr enn komandi framtíðar kapitalkrøv eru lokin, sigur Jean Djurhuus, forstjóri. Stjórnin er samanumtikið væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2021 og væntar, at úrslitið fyri alt 2021 verður betri enn upprunaliga mett. • Úrslit fyri skatt: 81,3 mio. krónur • Útlán: 6,7 mia. krónur • Innlán: 8,3 mia. krónur Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Suðuroyar Sparikassi er sera væl fyri og í stórum vøkstri Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár í ár er 859.000 krónur hægri enn fyrra hálvár í fjør SkrivaÐ: Tíðindaskriv Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2021 er 1,42 milliónir krónur, sum er 859.000 krónur hægri enn fyrra hálvár 2020. Hetta er ein betring á umleið 150 prosent. Eins og vónað, eru innlánini lækkað-úr 778 milliónum krónum í 721 milliónir krónur. Útlánini eru lækkað úr 567 milliónum fyrra hálvár 2020 niður í 538 milliónir krónur fyrra hálvár 2021. Samstundis eru realkredittlánini økt við 27,5 milliónum krónum. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er styrktur við 3,7 prosentstigum og er nú 21,4 prosent, meðan solvenstørvurin er 11,8 prosent. Lógarkravið í 2025 er 19,2 prosent, sum merkir, at Suðuroyar Sparikassi longu í dag lýkur komandi minstukrøvini. Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið og LCR var 30. juni 2021 746 prosent, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 539 prosent. Korona hevur als ikki havt eins stórar avleiðingar, ið óttast var fyri, og hálvársúrslitið er ikki ávirkað neiligt av hesum. Úrslitið er gott, og harumframt er kurstapið í fjør áljóðandi -65.000 krónur, í ár vent til ein kursvinning á 63.000 krónur. Niðurskrivingarnar eru øktar, men í dag eru tær á einum meira vanligum støði og svara til 0,2 prosent av útlánunum, meðan tær í 2020 í stóran mun vóru ávirkaðar av koronu. Samanumtikið hevur fyrra hálvár 2021 verið stak friðarligt, og alt hevur gingið sum ætlað. Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2021 verður 1,9 milliónir krónur fyri skatt. Tíðindaskriv frá Suðuroyar Sparikassa Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi SkrivaÐ: Tíðindaskriv Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti í heimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum. Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað, orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er talið av skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina øking í stormskaðum. Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi. Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 menti Trygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Tryggingin er hin einasta av sínum slagi í Føroyum. "Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðu lutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp, sigur Brian Smedemark, "stjóri í Trygd. Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera á einum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturin altíð er stórur. Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har kappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda–serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar–ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslan væntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt. Hálvársroknskapurin í stuttum Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør. Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør. Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør. Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 86,5 mió. kr. Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr. Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6% sama tíðarskeið í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Heðin Poulsen nýggjur stjóri í føroysku deildini hjá MT Højgaard Hann verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80 prosent av við ársbyrjan 2021 SkrivaÐ: Tíðindaskriv MT Højgaard International ynskir at leggja størri dent á sína støðu í Føroyum, og hevur í hesum sambandi sett Heðin Poulsen sum stjóra fyri føroysku deildina. Hann skal millum annað styrkja um umsitingarliga og bygnaðarliga partin av fyritøkuni og harvið tryggja langtíðar ætlanirnar. Tað verður Heðin Poulsen, ið framyvir skal standa á odda fyri øllum føroyskum áhugamálum hjá MT Højgaard. Heðin verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80% av við ársbyrjan 2021. MT Højgaard International leggur dent á, at Føroyar i nógv ár hava verið og framhaldandi eru ein umráðandi marknaður fyri fyritøkuna. -Vit hava eina langa og stolta søgu á føroyska marknaðinum, ið hevur givið okkum eitt sterkt vitanarligt grundarlag at útinna øll størri lokal byggi- og verklagsarbeiðir, ið ger okkara fyritøku til serfrøðingar á økinum. Við at styrkja um okkara støðu á føroyska marknaðinum, vísa vit á okkara langtíðar ætlanir í Føroyum, sigur fyrisitingarligi stjórin hjá MT Højgaard International, Jóannes Niclassen. Sterkt tilknýti til føroyska marknaðin Nýggi stjórin hevur eitt sterk tilknýti til føroysku byggivinnuna, Heðin er 53 ár og hevur drúgvar royndir í leiðslu og fyrisiting, bæði praktiskt og teoretiskt. Heðin hevur eina MBA útbúgving, og hevur hann drúgvar royndir frá vinnulívi og byggivirksemi. Hann hevur áður verið sjálvstøðugur vinnuráðgevi og hevur somuleiðis royndir sum stjóri á H-DYGD, vinnuráðgevi í banka, stjóri hjá JT-Electric og deildarleiðari fyri framleiðsludeildina hjá Landsverk. Langtíðar ætlanir Heðin Poulsen er fúsur eftir at koma í gongd við nýggju ætlanunum hjá MT Højgaard fyri føroysku deildina. -Eg gleði meg at koma í gongd og saman við einum sterkum toymi at gerast enn meira sjónligir í lokala umhvørvinum, og harvið styrkja okkara støðu í Føroyum, ið gongur eini sera spennadi tíð í møti við nógvum møguleikum. MT Højgaard Føroyar og RTS Contractors eru partur av MTH International, og tað er brúk fyri teimum dygdum og kunnleikum til aðrar altjóða arbeiðstøkur, ið fyritøkan hevur nomið sær í Føroyum. Tað merkir eisini, at tað verður roknað við, at enn fleiri fólk skulu setast framyvir bæði til innlendis og uttanlendis uppgávur. -Vit ynskja helst at seta so nógv sum gjørligt av lokalari arbeiðsmegi, tó at tað helst eisini verður brúk fyri fólki uttanífrá, sigur Heðin Poulsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 25 Kendur trolari á Havnini Polar Nataarnaq ver eftir útgerð frá Vónini, og skuldi gera ein royndartúr áðrenn kósin varð sett móti Grønlandi Mynd: Kiran Jóanesarson SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Síðsta leygarmorgun stevndi grønlendski trolarin Polar Nataarnaq á Havnina, har teir komu eftir útgerð á veg til Grønlands. Talan er ikki um ein ókendan trolara um okkara leiðir, tí rækjutrolarin er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1989. Upprunaliga fekk skipið navnið Ocean Castle. Polar Nataarnaq hevur seinastu árini havt heimstað í Onglandi, og navnið Norma Mary. Rækjutrolarin hevur havt nøvnini Ocean Castle, Napoleon og Fríðborg, og varð síðan seldur av landinum í 2010. Tá ið skipið varð selt, bleiv tað eisini longt heili 13 metrar. Fyrr í ár keypti grønlendska reiðaríið Polar Seafood trolaran, sum síðan fekk navnið Polar Nataarnaq, og skal avloysa ein minni trolara, sum sakk fyrr í ár. Hóast talan er um ein rækjutrolara, so hevur Norma Mary, sum skipið hevur kallast seinastu 11 árini, fiskað botnfisk, men í samband við at Polar Seafood hevur keypt trolaran, hevur Polar Nataarnaq ligið í Frederikshavn seinastu tríggjar mánaðirnar, har skipið hevur fingið nýggja rækjuverksmiðju setta í. Skipið hevur tó eisini eina toskaverksmiðju umborð, um skipið skal fiska botnfisk. Ritivíkingurin Kristen Højgaard hevur verið víð í allari tilgongdini í samband við skipakeypið og umbygningina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 Vinnulívsmaðurin Helge Lund vitjaði í vikuni í Tinganesi. Hann er nevndarformaður í Novo Nordisk og BP umframt nevndarlimur í føroyska Tjaldur Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Rúni M. Hansen (Mynd: Løgmansskrivstovan) SkrivaÐ: Sverri Egholm Helge Lund, sum í mong ár hevur verið kendur í altjóða vinnulívi, vitjaði løgmann í Tinganesi hósdagin. Løgmaður og Helge Lund brúktu eina løtu at umrøða veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Helge Lund hevur sum nevndarformaður staðið á odda fyri strategisku ætlanunum hjá BP,“ Net zero by 2050,” um hvussu felagið fer at umleggja sítt virksemi til grønar orkukeldur. Løgmaður nýtti eisini høvið at takka fyri vælvild og gott samstarv við Novo Nordisk, har Helge Lund er nevndarformaður. Novo Nordisk Grunnurin hevur gjørt samstarvsavtalu við landsstýrið um eina komandi føroyska diabetesmiðstøð. Umframt nevndarformanssessirnar í Novo Nordisk og BP er norski Helge Lund eisini nevndarlimur í føroyska vinnufelagnum Tjaldur. Hann er millum annað fyrrverandi stjóri í Statoil (í dag Equinor) og BG Group (British Gas). Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Mærsk-stjóri bankaði uppá í Tinganesi Stjórin í Mærsk Supply Service á kurteisisvitjan hjá løgmanni og vinnuráðharra–og við onkrum góðum í viðførinum Mærsk vitjan í Tinganesi. Fv. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Steen S. Karstensen, stjóri í Mærsk Supply Service og Kjartan Mohr, kapteynur hjá Mærsk (Mynd Jan Müller) SkrivaÐ: Tað er ikki á hvørjum degi, at oddafólk í víðagitna danska AP Møller samtakinum vitja í Føroyum. Men tað hendi so kortini nú um dagarnar, tá stjórin í eini av fyritøkunum í samtakinum, Steen Karstensen frá Mærsk Supply Service, fekk høvi at støkka inn á gólvið hjá ongum minni enn løgmanni, Bárði á Steig Nielsen og nýggja landsstýrismanninum við vinnumálum, Magnus Rasmussen. Hetta mundi eisini vera ein tann fyrsta útlendska vitjanin hjá honum, nú hann varð settur í henda týðandi sessin í landsstýrinum fyri stuttum. Ein vælupplagdur og nýkjósaður landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum vísir Mærsk stjóra røttu kósina til sjálvt hjartað í Tinganesi (Mynd Jan Müller) Ørindini hjá danska sjóvinnustjóranum í Tinganesi vóru fyrst og fremst at siga tøkk fyri tað sera góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og føroyskar sjómenn gjøgnum mong mong ár. Hetta var eisini hansara fyrsta vitjan her. Men umframt hesa, um man vil, kurteisisvitjan á landsins hægsta stað, so varð Mærskstjórin ikki tómhentur heldur. Hann hevði okkurt gott í viðførinum eisini. Hóast ikki nakað heilt ítøkiligt at føla uppá, so var hetta kortini ein góðbiti til Føroyar og føroyingar. Boðini vóru rætt og slætt, at dyrnar standa nú aftur opnar hjá føroyingum at søkja størv hjá Mærsk Supply Service. Boð eru rætt og slætt eftir nógv eftirspurdu og royndu føroysku arbeiðsmegini. Hóast føroyingar í mong ártíggu hava tænt hjá hesi frægu donsku fyritøkuni, so settu fyrst lækkandi oljuprísurin og eftir tað korona kíla í. Bráddliga vóru føroyingar eins og onnur noyddir til at finna sær arbeiði aðrastaðni, tó at nógvir teirra kortini framhaldandi vóru til arbeiðis hjá fyritøkuni. Men nú tað eftir øllum at døma er við at lýsna í eftir prísfall og korona, so gongur tað rætta vegin aftur eisini hjá fyritøku sum Mærsk Supply Service. Og nú mong av skipunum aftur hava fingið uppgávur, skulu tey mannast aftur, og her ikki minst við føroyingum. Steen Karstensen, stjóri, sigur við Oljuportalin, at hann fyrst og fremst er komin til Føroya fyri at takka teimum mongu føroyingunum, sum hava gjørt eitt so gott arbeiði hjá fyritøkuni. Og harnæst er hann eisini komin við boðunum um, at føroyingar eru vælkomnir at leita upp størv hjá fyritøkuni. Hetta var sjálvandi góður musikkur í oyrunum hjá løgmanni og vinnuráðharranum, sum báðir fegnast um møguleikarnar hjá føroyskum sjómonnum at kunna manna skip á heimsins høvum. Teir 18 føroyingarnir, sum allir manna skip hjá Mærsk Supply Service og sum eru heima í løtuni. Tilsamans eru í dag meira enn 40 føroyingar við skipum hjá danska reiðaríinum. Her eru teir stæddir í kirkjuni í Kirkjubø (Mynd Kjartan Mohr) Tað er greitt, at eitt sera stórt tal av føroyingum í dag manna útlendsk skip av øllum hugsandi slag og her ikki minst skip, sum hava tilknýti til olju- og gassvinnuna. Tað finnast eftir øllum at døma eingi skrásett tøl yvir, hvussu nógvir hesir eru í tali, men tøl millum 1000 og 1500 hava verið frammi. Men møguliga er talið minni. Hinvegin er greitt, at hesi størvini hava alstóran týdning fyri ikki bert tær einstøku familjurnar í Føroyum men fyri føroyska búskapin sum heild. Tí eru tað eisini góð tíðindi at fáa, at boð eru eftir føroyingum at manna skip í eitt nú danska flotanum. Eftir at hava vitjað í Tinganesi legði Mærskstjórin saman við 18 føroyingum, sum í løtuni arbeiða hjá Mærsk Supply og teirra konum leiðina til Kirkjubøar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 Útnorðurráðið:-Gott at hittast aftur Samstarvið millum tingini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hevur havt ársfund í Vági SkrivaÐ: Útnorðurráðið hevur í vikuni hildið sín ársfund í Suðuroy. Útnorðurráðið er eitt ráð av fólkavaldum fólkavaldum. Ráðið er mannað av seks limum úr tjóðartingunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Umframt limirnar, luttók Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum eisini á fundinum, og ráðslimirnir høvdu møguleika at kjakast við føroyska landsstýrismannin um týdningarmikil evni, skrivar útnorðurráðið í tíðindaskrivi. Eftir at Hendrik Old hevur røkt uppgávuna sum formaður fyri ráðið hetta seinasta árið, verður tað nú grønlendingurin Siverth K. Heilmann, sum verður formaður. Hann sigur soleiðis í tíðindaskrivinum. -Tað er av avgerandi týdningi fyri samstarvið í útnorði, at vit endiliga kundu hittast aftur fyriskt eftir koronafarsóttina. Hóast ráðið hevur varðveitt virksemi sítt við fundum á netinu, er tað týdningarmikið fyri politiska samstarvið millum grønlendska Inatsisartut, íslendska Altingið og føroyska Løgtingið, at politikararnir kunnu hittast og tingast um mál av týdningi fyri hesi trý londini. Á ársfundinum vórðu tvey tilmæli samtykt. Tað fyrsta heitir á ráðharrarnar við umhvørvis- og veðurlagsmálum um at økja samstarvið landanna millum. Í hinari samtyktini heitir Útnorðurráðið á stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum um at styrkja samstarvið um at skipa og menna fjarundirvísing í Útnorði. Formansskapurin í Útnorðrráðnum komandi árið. Frá vinstru Edva Jacobsen, annar næstformaður, Siverth K. Heilmann, formaður, og Guðjón S. Brjánsson, fyrsti næstformaður Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Settu tíggju stólar upp á Tinghúsvøllinum-til flóttafólk Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung skipaðu hósdagin fyri mótmælistiltaki. Tey halda, at Føroyar eiga at taka ímóti tíggju flóttafólkum, og stólarnar ímynda júst tað SkrivaÐ: Sverri Egholm“ Løgmaður sigur, vit eru ein pinkutjóð–men her er ríkiligt av plássi!” , stóð á tí eina skeltinum, sum Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung vístu fram á Tinghúsvøllinum. Eisini høvdu tey sett tíggju stólar upp, sum skuldu ímynda tey umleið tíggju flóttafólkini, sum mett verður at Føroyar eiga at taka ímóti. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Nýggjar reglur fyri at innflyta og ferðast við hundum og kettum Frá 1. oktober verða krøvini fyri at ferðast við hundi ella kettu herd (Savnsmynd) SkrivaÐ: Frá 1. oktober verða reglurnar fyri at innflyta og ferðast við hundum og kettum broyttar. Hetta hevur m. a. við sær, at krøvini fyri at ferðast við hundi ella kettu úr Føroyum verða herd. M. a. skal søkjast um ferðaloyvi, og djórið skal kannast og viðgerast hjá djóralækna í ferðalandinum, áðrenn heimferðin aftur til Føroya byrjar. Fyri at ferðast til Føroya við hundum ella kettum, skal ein søkja um innflutningsloyvi. Lond verða nú flokkaði í A, B, og onnur lond, og eru ymisk krøv fyri at innflyta djór úr ymsu flokkunum. Ásetingarnar í nýggju kunngerðini um at innflyta og ferðast við hundum og kettum gera, at vit eisini framyvir varðveita ta góðu djórasjúkustøðu, sum vit eru so heppin at hava í Føroyum. Til frama fyri allar føroyskar hundar og kettur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 IRF: Níggju tons av glasi send av landinum til endurvinning Fyri einum ári síðani varð byrjað at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og higartil hevur tað gingið væl, sigur IRF, sum kemur við einari áminning um at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum SkrivaÐ: Fyri einum ári síðani byrjaði IRF at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og innsavningin, sum hevur verið á flestu bingjuplássum kring landið, hevur gingið væl, og eru higartil góð níggju tons send av landinum til endurvinning, skrivar IRF í tíðindaskrivi. –Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt sera virðismikið tilfeingi, tá hugsað verður um ringbúskap, skrivar IRF. Eisini verður víst á, at glasendurvinning betrar um arbeiðsumhvørvið hjá innsavnarum, tí glas fyllir og vigar nógv, og harafturat minkar tað um vandan at skera seg av brotnum glasi, sum liggur leyst í gráa posanum. Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða glas úr nýggjum rávørum. Við glasendurvinning er ikki neyðugt at framleiða nýtt glas, og útvinning av rávørum og útlát av vakstrarhúsgassum minkar, skrivar IRF. IRF hevur gjørt eina vegleiðing til glasendurvinning: Hvat glas kann latast til endurvinning? Drekkigløs Glasfløskur (tær, sum ikki kunnu latast inn í pantskipan) Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska glasið við sápu. Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli. Nýmótans skiljiskipanir skilja millum klárt og litað glas, og tí kann bæði klárt og litað glas vera latið í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt. Hvat kann ikki latast til glasendurvinning? Steintoy og postalín (t. d. koppar og krúss) Keramikkur (t. d. urtapottar) Eldføst føt Grýtulok úr glasi Ljósperur Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Framhaldandi fólkavøkstur á Tvøroyri Seinasta árið er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30–síðan januar 2020 er fólkatalið vaksið við 59, og fegnast kommunan um, at ein stórur partur av teimum eru barnafamiljur (Mynd: TVøroyrar kommuna) SkrivaÐ: Fríggjakvøldið 27. august varð enn einaferð skipað fyri tilflytarakvøldi í Tvøroyrar kommunu í skúlahøllini í høllini í Trongisvági. Siðvenja er í Tvøroyrar kommunu, at nýggir borgarar verða boðnir til eitt hugnakvøld, borgarstjórin og varaborgarstjórin heilsa uppá, røða verður hildin, og gávur verða handaðar. Kommunan bjóðar kaffi, te og afturvið, og eisini er okkurt til børnini. Kantinan, v. Anitu Farstad, stóð fyri hesum partinum fríggjakvøldið, og Uni Debess, ið eisini er búsitandi á Tvøroyri, spældi nøkur løg. –Hóast vit høvdu tvey tílík tiltøk í mars, só vóru heili 27 fólk boðin við til løtuna fríggjakvøldið. Til felags hava hesi, at tey antin eru fødd seinasta árið, ella eru flutt til kommununa og hava ikki búð her áður. Tey nýføddu fingu eina heilsan frá borgarstjóranum, saman við ævintýrunum hjá H. C. Andersen og eina konfekteskju. Hini fingu gávukort til onkra av matstovunum í býnum og eina konfekteskju frá dugnaligu Mariann Mikkjalsdóttir í Trongisvági, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi. –Kvøldið eydnaðist sera væl, hóast øll tey innbodnu ikki kundu vera við. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, handaði, vegna Tvøroyrar kommunu, gávurnar og helt eisini eina røðu. Ætlanin er at halda fram við tilflytarakvøldunum við jøvnum millumbilum, og fólkavøksturin á staðnum er at fegnast um, sigur kommunan. Tey merkja væl øktan áhuga frá fólki, sum ynskja at flyta til Tvøroyrar. Seinastu 12 mánaðirnir er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30. Samanborið við 1. januar 2020 eru 59 fleiri borgarar á Tvøroyri í dag, og stórur partur av hesum eru barnafamiljur. Í kommununi eru, sambært hagtølunum, 24 børn undir eitt ár. Nøkur teirra eru flutt hartil, men meginparturin–22–eru fødd av borgarum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnir, og er hetta væl yvir miðal barnsburðartalið. Í dag er fólkatalið í kommununi 1.766, sambært Landsfólkayvirlitinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Ottar–enn ein øl frá Biskupskeldu Ottar, ið hevur 5,8 prosent í styrki, er ein myrk gulløl við einum ísletti av appelsin og sitrus, kryddað við pipar og anis–hetta er triðja ølin frá Biskupskeldu SkrivaÐ: Tíðindaskriv Nýggjasta ølin hjá bryggjarínum Biskupskeldu í Vági at fara á hillarnar í Rúsuni er ølin Ottar. Ottar er ein myrk gulløl við einum ísletti av appelsin og sitrus, kryddað við pipar og anis. Ottar er 5,8 prosent í styrki. Navnið Ottar Í teirri katólsku tíðini búðu suðuroyarprestarnir eitt skifti suðuri í Vági. Um ein av hesum katólsku prestum, bróður Ottar, er ein stutt frásøgn. Ottar búði í býlinginum í Smillum í Vági og var tí kallaður Smillaguttin. Óargakroppur var hann, og út av lagi natin. Hann sendi húskallar sínar út at stjala seyð, meðan hann helt messu í kirkjuni fyri sóknarfólki sínum. Ikki mundi messan vera av teim stytstu, tá ið so bar á. "Hetta tolir ikki ryggur Ottars!" er havt til orðtaks enn í Suðuroy, tá ið ein fer undir eina byrði, sum hann heldur seg valla vera føran fyri. —Ottar fýltist á fuglin, sum hann fekk í part úr fuglabjørgunum í Vági; hann helt seg vera órættaðan og ikki fáa tað, hann átti. Hann fór tí til fugla sjálvur ein dagin, og seig niður í Ottarstorvu, sum so er nevnd eftir honum. Húskallurin var dráttarmaður hjá honum. Ottar fekk ógvuliga nógv av lunda, bant upp á seg bæði aftan og framman, tvey so nógv sum tað, ið hann átti av rættum, og bað so húskallin draga upp. Ovbyrjaður var hann og óføra tungur at draga, men húskallurin dró tó menniliga í fyrstuni. Tá ið prestur var komin nakað upp í bergið, fekk hann mein í ryggin av hesari ógvuligu byrði og rópaði: "Hetta tolir ikki ryggur Ottars!" Húskallurin, sum var hildin at vera av sterkastu monnum í Suðuroy um tað leitið, var deyðlúgvaður eftir einari løtu og rópaði: "Eg sleppi!" Ottar svaraði: "Sleppir tú, skal tað vera tær dýrgoldin sleppa." Húskallurin slepti línuni, og Ottar fór beint í sjógvin og doyði. Ottar er triðja ølin hjá Biskupskeldu, sum fer á hillarnar í Rúsuni. Biskupskelda selur harumframt aðrar øl út frá egnari goymslu í Vági. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Arbeiðið ávirkar miðbýarferðsluna í tveir mánaðir Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum skal knýtast uppí høvuðsfjarhitaleiðingina. Hetta fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum til fyrst í november (Mynd: Fjarhitafelagið) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Skjøtil varð í vikuni settur á arbeiðið at knýta fjarhitaleiðingina í Vesturbýnum í Havn upp í fjarhitaleiðingina, sum fyri tveimum árum síðani var løgd oman til Finsen. Grevsturin fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum í umleið tveir mánaðir. Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum verður nú bundin í fjarhitaleiðingina, sum fyri umleið trimum árum síðani var løgd ígjøgnum Gundadal og víðari oman til Finsen. Arbeiðið í miðbýnum fer fram í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu á strekkinum ímillum Tróndargøtu og Dalavegin, og tað ávirkar ferðsluna á teininum millum Steinatún og Dalavegin. (Mynd: Fjarhitafelagið)-Hetta arbeiðið, sum vónandi verður liðugt fyrst í november, er ein liður í at knýta fjarhitan í Vesturbýnum upp í høvuðsfjarhitaleiðingina, sum gongur av Sundi oman í miðbýin, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, frá. Í Vesturbýnum eru m. a. Skúlaheimið, Glasir, SEV og nýggju íbúðarbygningarnir á Landavegnum bundin í fjarhitan. Í Gundadali, á Hálsi og í miðbýnum er talan m. a. um Tórsvøll, SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Hilton, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina, sum hava valt at brúka fjarhita. -Tað er altíð eitt umfatandi vegarbeiði, tá vit leggja fjarhitaleiðingar. Slíkt arbeiði ávirkar ferðsluna í stóran mun, men vit royna at gera skjótt av og vóna, at fólk bera yvir við okkum og síggja eitt virði í, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum meira grøna orku, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Sigrid Arge verið í tannrøktini í nærum 40 ár Í síðstu viku var fráfaringarløta fyri Sigrid Arge, sum gevst sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Síðsta fríggjadag var fráfaringarløta fyri Sigrid Arge, sum 31. august fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu eftir 25 ár. Áðrenn hon tók við sum tannlæknastjóri í 1996, hevði hon starvast sum tannlækni í 14 ár, og sostatt hevur Sigrid starvast í kommunalu barnatanntøktini í samfull 39 ár. Hetta er bert aðru ferð í drúgvu tannlæknasøguni hjá kommununi, at ein tannlæknastjóri fer frá. Fyrsti tannlæknastjórin var Erling Simonsen, og 1. september verður Sigrid Arge avlýst av Unn Jakobsen. Eftir at borgarstjórin hevði takkað Sigrid fyri trúgva og drúgva tænastu, handaði hann henni blómur og gávu frá kommununi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík 37 ára gamli Markus Hvannastein hevur seinastu tvey árini starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik Markus hevur sín fyrsta arbeiðsdag á Klaksvíkar barnatannrøkt í dag (Mynd: Klaksvíkar kommunu) SkrivaÐ: Markus Hvannastein er nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík, og hevur hann sín fyrsta arbeiðsdag í dag. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna. Markus er 37 ára gamal og hevur tikið tannlæknaprógv frá Københavns Tandlægeskole í 2012. Markus er ættaður av Viðareiði og er búsitandi í Klaksvík. Seinastu tvey árini hevur Markus starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik, umframt at hann hevur royndir innan barnatannrøkt frá Tannhald í Leirvík og eisini frá Tasiilaq Tandklinik í Grønlandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Fía Lindenskov nýggjur integratiónssamskipari í høvuðsstaðnum Tilflytarar skulu skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum Tórshavnar kommuna hevur sett Fíu Lindenskov í starvið sum integratiónssamskipari. Hesum boðar kommunan frá á heimasíðuni. Farnu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við integratión á ymsum mótum. Kommunan vil virka fyri, at tilflytarar skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum. Partur av uppgávuni hjá integratiónssamskiparanum verður, saman við politisku skipanini, at seta kós og standa fyri integratiónsátøkum, sum venda sær til einstaka tilflytaran og tilflytarar sum heild, og til kommunalu virkisøkini við tí máli, at menna góða integratión. Fía Lindenskov er kandidatur í fólkaheilsufrøði og hevur harumframt akademiútbúgving sum verkætlanarleiðari. Hon hevur farnu árini starvast sum kveikjari í ALS, har hon serliga hevur fingist við kunning, ráðgeving og menningartilgongdir eins og at hon hevur royndir at samskipa og samstarva við ymsar partar innan integratión. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu Hon er 50 ára gomul, er búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. Jónhild Abrahamsen bryjar í starvinum 1. oktober Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum (Mynd: fuglafjordur. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi herfyri at seta Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu. Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Um nýggja sosialdeildarleiðaran skrivar fuglafjordur. fo, at Jónhild Abrahamsen er 50 ára gomul, búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum. Jónhild Abrahamsen byrjar í starvinum sum sosialdeildarleiðari um ein mánað, tann 1. oktober 2021. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Hevur starvast á Ellisheiminum í hálva øld Hátíðarhald var í vikuni í samband við 50 ára starvsdagin hjá Dorrit Nolsøe Dorrit Nolsøe og Heðin Mortensen (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Hátíðarhald var á Ellisheiminum í Havn mikudagin 1. september, nú Dorrit Nolsøe hevur starvast á stovninum í hálva øld. Dorrit byrjaði sum“ genta” á Ellisheiminum 1. august 1971, og hevur hingið við. Fyrstu árini hevði hon kamar á Ellisheiminum og búði har til 1978, so man kann róliga siga, at tað at arbeiða á Ellisheiminum samtvinnaði bæði arbeiðs- og privatlív, nevndi borgarstjórin millum annað, áðrenn hann handaði blómur og gávur frá Tórshavnar kommunu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Nýtt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík Síðsta vikuskiftið varð Neystið sett upp við bátabrúgvarnar. Stigtakari er Hjaltur Poulsen. Talan er um eitt stað har til ber at selja føroyska matframleiðslu "Neystið" er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu (Mynd: klaksvik. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ymiskar royndir hava verið við bátabrúgvarnar, har smáu smátturnar hjá kommununi hava verið karmur um sølu av millum annað turrum kjøti, kjøtpylsu, rullupylsu, røstum seyðarhøvdum, blóðpylsu, garnatálg og rabarbusúltutoy. Atli S. Justinussen, formaður í havnanevndini, sigur, at Klaksvíkar kommuna arbeiðir við at menna umstøðurnar til hetta endamálið, men at enn er ikki endaliga komið á mál. -Tá ið privat fólk hava áræði og hugskot, so hevur tað týdning at kommunan spælir við. Tí hava vit givið loyvið at seta Neystið upp. Kommunan letur lendið, streym og vatn, men samskipan og myndugleikaloyvir tekur stigtakarin sær av. Hjaltur Poulsen og sonurin Pol Eydfinn hava seinastu tvær vikurnar dagarnar bygt Neystið, sum millum annað er bygt úr tilfari frá gomlu bátabrúgvunum og við góðari hjálp frá fyritøkuni TTS. Teir báðir siga við heimasíðuna hjá kommunua, at Neystið er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Tónar taka skap: Nýggj framsýning við Heiðriki á Heygum Fríggjadagin 3. september lat framsýningin“ Tónar taka skap” upp á Listasavni Føroya, har til ber at fáa innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum SkrivaÐ: Fríggjadagin 3. september latr framsýningin“ Tónar taka skap” upp á Listasavni Føroya. Har ber til at fáa innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin. Í fleiri ár hevur Heiðrik arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir Heiðrik úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Til framsýningina eru vald út átta sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Hyggur tú væl eftir, varnast tú kanska tilsipingar til bæði føroysk og heimskend listaverk í sjónbandaløgunum. Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 LGBT heiðraði B36-kvinnunum Kvinnurnar hjá B36 fingu LGBT + heiðurslønina fyri 2021 fyri avgerðina at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband Annlis Bjarkhamar frá LGBT Føroyum og Olga Kristina Hansen, liðskipari hjá B36 (Mynd: LGBT Føroyar) SkrivaÐ: Sverri Egholm Leygardagin hevði LGBT + Føroyar aðalfund og veitslu. Vanligt er á pridini, at heiðra tey sum á onkran hátt hava givið eitt eyka íkast til stríði fyri javnrætti og ymiskleika í Føroyum. Í ár var ongin pride og tí vóru heiðurslønirnar handaðar á veitsluni leygarkvøldið. Og tað vóru kvinnurnar hjá B36 fingu LGBT + heiðurslønina fyri 2021. Grundgevingin fyri at lata henda heiður til B36 kvinnurnar er henda:” Hendan heiðursløn verður latin B36 kvinnum fyri við kappingarbyrjan at hava tikið avgerð um at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband. Olga Kristina Hansen, liðskipari, hevur í fjølmiðlunum greitt væl frá, hví tit tóku hesa støðu. Hóast boð komu frá FSF um, at ikki var loyvt at spæla við ælabogalitta liðskiparabandinum, so stóðu tit stinnar og hildu fast í tykkara avgerð. Tí fyri tykkum snúði tað seg um at virða øll menniskju. (Mynd: Sverri Egholm) Tit eru fyrimyndir, og vit takka tykkum av hjarta fyri, at tit gera fótbóltin rúmligan, og soleiðis vísa á, at fótbólturin skal vera eitt stað, har øll skulu kenna seg væl og trygg. Vit hava í ár sæð fleiri fótbóltsfeløg vísa sín stuðul í stríðnum móti mismuni, vit hava sæð fótbóltsspælarar í øllum aldri, hondbóltslandsliðið hjá monnum, kappróðrabátar, dómarar o. o bera ælabogalitt liðskipararbond, lissur ella sveittabond. Vit takka øllum, sum vísa lit, tí tað er bert við at taka støðu, at vit veruliga kunnu forða fyri, at munur verður gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella kynsliga sannføring. Tit–B36 kvinnur–tóku støðu, tit vardu hesa støðu og stóðu fast við hana. Tað vísir styrki og dirvi og ein hugburð, sum bæði tænir fótbóltinum og samfelagnum” Saman við heiðursbrævinum fingu allar á liðnum plakatina, sum Heiðrikur Á Heygum gjørdi í sambandi við 10 ára stovningardagin hjá LGBT + Føroyar og eitt ælabogalitt sveittaband. Olga Kristina Hansen, liðskipari, takkaði vegna allar á liðnum og segði at tær ætlaðu at halda áfram á sama hátt og við góðum treysti. Ein partur av B36-liðnum (Mynd: LGBT Føroyar) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Olaf Johannessen við í nýggjari Viaplay-røð Olaf Johannessen hevur ein av høvuðsleiklutunum í nýggju sesongini av spenningsrøðini "Forhøret", sum er komin út á Viaplay SkrivaÐ: Farna vikuskiftið kom nýggja sesongin av donsku spenningsrøðini "Forhøret" út á Viaplay, og har er føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen at finna í einum av høvuðsleiklutunum. Røðin, sum kom út í 2019, snýr seg um løgreglumannin Bjørn Rasmussen, sum skal kanna eitt mál um eina unga kvinnu, sum sær út til at hava gjørt sjálvmorð. Tá hann finnur útav, at kvinnan er dóttir hansara, noktar hann at góðtaka, at hon tók lívið av sær sjálvari, og setur hann sær fyri at finna fram til, hvat veruliga er hent. Í høvuðsleiklutinum sum Bjørn er Ulrich Thomsen, sum eisini hevur høvuðsleiklutin sum journalisturin Hannis Martinsson í føroysku krimirøðini "Trom", sum eisini verður at síggja á Viaplay komandi ár. Aðrir leikarar eru Trine Dyrholm, Dar Salim, Pernilla August, Danica Curcic, Fanny Bornedal, og Søren Malling. Í sesong tvey eru fýra vikur farnar síðan endan av sesong eitt. Her fylgja vit konu Bjørn, Susanne (Trine Dyrholm), sum fer aftur til arbeiðis sum sálarfrøðingur. Har avdúkar ein klientur, sum er undir hypnosu (Olaf Johannessen), at hann hevur dripið fleiri ungar kvinnur fyri pengar, og at hann fer at drepa enn eina kvinnu. Susanne setur sær fyri at forða honum í at drepa fleiri ósekar kvinnur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Deiggj hátíðarheldur 40 ára stovningardag í SALT Stór konsert verður í kvøld eftir landsdystin móti Danmark SkrivaÐ: Í kvøld klokkan 22 verður stór konsert við bólkinum Deiggj í SALT á Drelnesi. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin av Tvøroyri spælir í stásiligu lokalu konserthøllini, og tað verður í sambandi við, at bólkurin hátíðarheldur, at 40 ár eru liðin síðan bólkurin varð settur á stovn. Á heysti í 1981 varð ein nýggjur tónleikabólkur, nevndur Deiggj settur á stovn á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú 40 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru teir somu, sum tá, og hinir báðir upprunalimirnir hava enn eitt gott samband við bólkin. Teir feskastu deiggjarnir hava a spælt í ávikavist 21 og 12 ár við Deiggj. Deiggj hevur øll hesi 40 árini verið ein sera virkin bólkur og hevur eisini havt samstarv við nógvar ymiskar tónleikarar gjøgnum árini, bæði føroyskar og útlendskar. Millum kendu útlendsku tónleikarnir, ið hava spælt við Deiggj, eru fyrrverandi limirnir í Uriah Heep John Lawton, sum andaðist í juni í ár, og Paul Newton, fyrrverandi bassleikari í Uriah Heep. Nýggj LP á veg Í sambandi við føðingardagin hjá Deiggj verður arbeitt við nýggjum upptøkum av nýggjum føroyskum tilfari. Talan er um eitt samlað verk við 9 løgum, sum eru tikin upp í Studio Block í Tórshavn og hjá Bakkastudio á Tvøroyri og heima hjá Deiggj. Samstundis verða gjørdar videoupptøkur frá studioupptøkunum. Hesar skulu m. a. brúkast til at gera videoløg og møguliga ein dokumentarfilm av bólkinum. Umframt føstu limirnir í Deiggj, verða eisini fleiri gestasangarar og tónleikarar við á konsertini. Millum annað fer Guðrun Sólja at syngja ein nýggjan umhvørvissang. Hesin kallast Hví grætur tú. Seinast Deiggj góvu út eina LP var í 1985. Talan er um LP´ina Stormávaring, sum enn javnan er at hoyra í útvarpinum. Umframt hetta, hevur bólkurin havt einstøk løg við á øðrum útgávum, eitt nú á Amnesty Tónum, Vælskabt brek, TB 100 ár, Útvarpsfløguni Sov blítt og FUT Live úr Fuglafirði. Føstu Limirnir ídag eru Pætur Mohr Dam (tangentar), Sverri Heinesen (bassgittar), Páll Holm Lave (gittar og kór), Rani H. Christiansen (trummur), Dennis Lave (sang) og Fróði T. Vestergaard (sang, keyboard og gittar). Spæla bæði í Føroyum og uttanlands Deiggj hava seinastu árini spælt nógv uttanlands, men kunnu onkuntíð upplivast í Føroyum. Limirnir í bólkinum dáma væl at venja saman og onkuntíð verður farið út úr venjingarhølinum. Í 2007 fingur deiggjarnar gott samband við John Lawton, sála, og hevur hetta ført við sær at bólkurin hevur spælt í Finnlandi, Spania, Danmark, Íslandi, Belgia og Týsklandi. Ein av stóru dreymunum hjá Deiggj hevur altíð verið at sleppa at gera ein ordiliga konsert í stáligu SALT hølunum. Hesini dreymurin verður nú endaliga til veruleika. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Listarligur vísindafilmur í Kongshøll á mentanarnáttini Mentanarnáttin verður komandifríggjadagin, og tá verður vísindafilmurin "Almost Human" vístur í Kongshøll við fororðum frá granskarum á Setrinum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 10. september dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Á skránni eru tvær sýningar av filminum,“ Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”. “ Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o. s. v. Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk, og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH: DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum. -Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja“ Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet. Sýningarnar í Kongshøll verða 10. september klokkan 17 og aftur klokkan 19, og føroysk vísindafólk frá Søgu- og samfelagsdeildini fara at hava stutta innleiðslu undan sýningunum. Ragnheiður Bogadóttir, ph. d. og adjunktur í samfelagsvísindum, hugleiðir undan sýningini klokkan 17, og Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur innleiðsluna undan sýningini klokkan 19. Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 ABBA við nýggjari útgávu Svenski poppbólkurin gevur tíggju nýggj løg út SkrivaÐ: Sverri Egholm Svenski poppbólkurin gevur út nýggja útgávu fyri fyrstu ferð síðani 1982. Tað var á einum tíðindafundi hóskvøldið, at bólkurin kunngjørdi, at tey fýra fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár, geva út nýggj løg. Talan er um tíggju løg á útgávuni sum hevur fingið heitið“ Voyage”. Bólkurin hevur kunngjørt, at tað verður ein hologramm-konsert í London, og hetta verður á einum serbygdum palli. Tvey løg av nýggju útgávuni er komið á Youtube annað liggur herundir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Forlagið Torgard fer í søguna Seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard hjá Hugin Eide, ið m. a. gevur út føroyskan skaldskap á donskum, givið út fleiri enn 70 útgávur, men 1. september yvirtók forlagið Vild Maskine alt virksemið (Mynd: Forlaget Torgard) SkrivaÐ: Forlagið Torgard er nú fatið í søguna. 1. september varð virksemið hjá forlagnum nevniliga yvirtikið av forlagnum Vilde Maskiner, boðar ritstjórin, Hugin Eide frá. Í 2008 stovnaði Hugin Eide forlagið við tí endamáli at útgeva danskar umsetingar av føroyskum skaldskapi. Síðani er virksemið víðkað til eisini at fevna um umsetingar av skaldskapi á øðrum málum, og seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard givið út fleiri enn 70 útgávur. Umframt umsetingar av føroyskum skaldskapi hevur forlagið givið út umsetingar av fleiri bókum úr Íslandi, Svøríki, Noregi, og Kekkia, umframt nýggjar danskar útgávur. Orsøkin til, at Vild Maskine yvirtekur Torgard er, at seinastu árini hevur verið ringt at finna tíð og orku at reka forlagið, og er tað ikki longur haldbært at reka tað sum eitt einmanns-frítíðarforlag. Tí hevur Hugin Eide gjørt avtalu við Mads Heinesen og Rebekka Gertz Andersson á Vild Maskine um yvirtøku av øllum virkseminum–bæði gamlar útgávur og allar núverandi avtalurnar. Sostatt verða útgávurnar hjá forlagnum Torgard framvegis á marknaðinum. Hugin Eidi fer eisini at arbeiða fyri Vild Maskine sum m. a. umsetari. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Ranvør Isholm gevur út nýggja barnabók Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein álvaheyggj SkrivaÐ: Nú gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út nýggja barnabók eftir Ranvør Isholm. Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Og ein dagin hvørvur Monsi inn í ein álvaheyggj. Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið 3-5 ár. Bókin er innbundin og er 28 síður. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni. Um bókina Ein morgun fortelur pápi Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi–hon má verja hann fyri álvagentunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Nýggj barnabíblia frá Leirkerinum Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus" SkrivaÐ: Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus". Bókin er 352 síður og innbundin. Arni Zachariassen hevur týtt bókina til føroyskt, og fæst hon nú til keyps á nethandlinum www. leirkerid. fo og í bókahandlunum kring landið. Leirkerið sigur soleiðis um nýggju barnabíbliuna:–Søgubíblian sigur søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum–pettið, sum fær øll hini at passa saman. Myndir úr bókini (Mynd: Leirkerið) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Nú ber til hjá føroyingum at tekna seg sum sjálvboðin til átakið Closed for Maintenance, Open for Voluntourism, sum verður 23.-24. september 2021 (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í døgunum 23. til 24. september vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við‘ Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Í vár skipaði Visit Faroe Islands fyri einari minni útgávu, kallað“ Closed for Maintenance–Føroyar”, har bara føroyingar tóku lut, men nú fara útlendsk sjálvboðin aftur til arbeiðis saman við føroyingum. Tey útlendsku sjálvbodnu eru 50 í tali og í aldrinum 18-67 ár. Fleiri ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir, m. a. Týskland, Holland, Spania, Danmark og Svøríki. Hesi sluppu ígjøgnum nálareygað í 2020, tá ið fleiri enn 4.000 útlendingar teknaðu seg. Átakið bleiv tó útsett, og tey hava tí bíðað í hálvtannað ár eftir at sleppa til Føroya at arbeiða. Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar teknaðu seg til átakið í vár, og eftirmetingin var sera góð. Eitt nú skrivaði ein luttakari soleiðis:“ Fólkið og samanhaldið var heilt fantastiskt. Ringt at taka okkurt burtur úr rúgvuni, men haldi at heildarupplivingin var ótrúliga góð. Hetta vikuskiftið er ein av bestu ferðunum eg havi verið í mínum lívi. Ja betri enn fleiri uttanlandsferðir!” Closed for Maintenance varð fyrstu ferð hildið á várið 2019, og úrslitið av arbeiðinum var so gott, at avgerð var tikin um at halda fram við arbeiðsdøgunum, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál. Viðlíkahald á níggju økjum Heili 10 økir vera við í átakinum í heyst. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í vár og í 2019, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis Hestur, við hesaferð. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Byrja at skjóta rakettir í Hetlandi næsta heyst Lockheed Martin bíðar eftir endaliga byggiloyvinum at byggja rakettstøð á oynni Unst Lamba Ness á Unst. Einaferð var Nato-radarstøð her-nú skal rakettstøð byggjast (Mynd: saxavord. com) SkrivaÐ: Í øðrum helmingi av 2022 verður klárt at senda fyrsta kommersiella fylgisveinin út í rúmdina av bretskari jørð. Útskjótingin fer fram á oynni Unst í Hetlandi. Í næstu viku kemur væntandi endaliga loyvið til at skjóta út rúmdarrakettir av Lamba Ness longst í ein landnyðring á Unst. Mótmæli hava verið móti ætlanini orsaka av, at hon kann gera seg inn á virðismikil fornminni frá heimsbardøgunum. Amerikanska flog- og rúmdarverksmiðjan, Lockheed Martin, hevur annars verið undir ávísum trýsti fyri at kunn alova bretsku stjórnini at hava sína pathfinder-rakettætlan klára í 2022, tí Bretland er í harðari kapping við líknandi ætlanir í Noregi, skrivar Shetnews. Umboð fyri Lockheed Martin vóru í vikuni á sentrinum Saxa Vord, har rúmdarstøðin skal gerast, har tey høvdu fund við fólk úr lokalsamfelagnum. Stjórin við ábyrgdini fyri rúmdarætlanunum, dr. Scott Rodgers, segði í hesum sambandi, at felagið hevur sett sær fyri, at kunna skjóta fyrstu rakettina upp av bretskari jørð í 2022. Upprunaliga var ætlanin at senda fyrstu rakettin aupp í mai 2022, men hetta er nú útsett til september, millum annað orsaka av mótmælunum og forðingunum, sum covid-støðan hevur havt við sær. -Sum eg fati tað, so verður søguligi parturin av málinum viðgjørdur, og byggiloyvið verður latið í næstum. Eg havi fult álit á, at hetta arbeiðið verður gjørt til lítar, og tað ikki fer at forða okkara ætlanum. -Vit náa tó ikki at vera klár til mai 2022, men útskjótingin verður í 2022, men seinni á árinum, segði hann. Scott Rodgers vísti á, at so skjótt, sum neyðugu loyvini eru kominupp á pláss, so er Lockheed Martin ført fyri at gera økið klárt til útskjóting innan fyri seks mánaðir. Hóast Lockheed Martin er partur av amerikansku verjuni, so vissaði stjórin fyri felagið, at UK Pathfinder-rúmdarverkætlanin bert snýr seg um vinnuligar útskjótingar, og ikki hevur nakað hernaðarligt endamál. -Henda verkætlanin snýr seg um at gera eina vinnuliga rúmdarstøð í Bretlandi. Støðin kann brúkast til hernaðarlig endamál, ja, men okkara endamál er bert at senda fylgisveinar í ringrás, sum skulu brúkast í sambandi við veðurtænastur, samskifti og akademisk endamál segði stjórin í Lockheed Martin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Reyði Krossur letur eina millión til hjálparátøk kring heimin 300.000 krónur fara til at tryggja betri koronukoppsetingar til Bangladesh og Kenya, 200.000 krónur verða latnar til humaniter átøk á Haiti, og 500.000 fara til hjálaprarbeiði í Afghanistan SkrivaÐ: Neyðin úti í heimi er stór, og tørvurin á humaniterari hjálp er alstórur. Tí hevur Reyði Krossur Føroya gjørt av, at lata eina millión krónur til ymisk hjálparátøk kring heimin, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi. 300.000 krónur fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar, har ið hetta ikki verður tikið fyri givið. Heilar 81.000 krónur av hesi upphæddini koma frá privatpersónum í sambandi við átakið "Øll hava rætt til koppseting", skrivar Reyði Krossur Føroya, sum ynskir at senda ein serligan tøkk til næmingarnar á Skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 krónur. Helvtin av teimum 300.000 kr. verða latnar til Bangladesh og hin helvtin til Kenya, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu. Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís og til gagns har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar. 200.000 krónur vera latnar til humaniter átøk á Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august. Fleiri enn 2.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, og fleiri enn 10.000 vórðu særd, umframt at fleiri hundrað túsund hús og heim eru lagd í oyði. Nógv fólk eru framvegis saknað, og Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við at finna burturblivnar familjulimir, at veita heilsu- og reinføristænastur, mat og drekka, skjól og verju. Teir síðstu 500.000 krónurnar fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi og Reyða hálvmána í Afghanistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar humaniterar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, harímillum heilsutænastum, mati og drekka og sálarligum stuðli, serliga til børn og ung, skrivar Reyði Krossur, sum takkar øllum, sum hava latið stuðul til koronaátakið, og hava stuðlað á annan hátt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Texas: Nú er fosturtøka ikki loyvd eftir sættu viku Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom í gildi í vikuni Her mótmæla fólk fosturtøku uttanfyri amerikanska hægstarættin í 2020 (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom mikudagin í gildi í næststørsta amerikanska statinum, Texas. Talan er um eina lóg, sum bannar allar fosturtøkur eftir sættu viku, har vanliga ber til at hoyra hjartaslátturin hjá fostrinum. Lógin loyvir eingi undantøk fyri neyðtøku ella blóðskemd. Gregg Abbott, guvernørur í Texas undirskrivaði lógina í mai, og fleiri borgarafeløg og felagsskapir, sum stuðla fosturtøkum, m. a. ACLU (American Civil Liberties Union) og Planned Parenthood, heittu á amerikanska hægstarættin um at steðga lógini, men hægstirættur hevur ikki svarað áheitanini, skrivar Ritzau. –Umleið 85 til 90 prosent av teimum, sum fáa fosturtøku í Texas, hava gingið við barn í í minsta lagi seks vikur, og merkir hetta, at lógin fer at banna næstan øllum fosturtøkum, sigur ACLU. Aðrir konservativir statir hava eisini roynt at fingið eina líknandi fosturtøkulóg ígjøgnum, men tá hevur ein hægstarættaravgerð frá 1973, ið er kend sum Roe v. Wade, sum tryggjaði rættin til fosturtøku í USA, steðgað teimum. Roe v. Wade hevur tryggjað rættin til fosturtøku upp til 22.-24. viku. Nýggja fosturtøkulógin í Texas merkir, at kvinnur í statinum, sum ynskja at fáa fosturtøku eftir sættu viku, noyðast at leita sær til aðrar statir. Tað er upp til borgarar at melda læknar, sjúkrahús og onnur, ið hjálpa kvinnum at fáa framt fosturtøku í Texas eftir sættu viku. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Kina: Børn og ung sleppa bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna Framyvir sleppa børn og ung í Kina bert at spæla telduspøl ein tíma fríggjadag, leygardag og sunnudag, umframt á halgidøgum–myndugleikarnir vóna við hesum nýggju reglum at forða teimum ungu í at gerast bundin av telduspølum (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Framyvir sleppa kinesarar undir 18 ár bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna. Tað boðaði stýrið, sum hevur eftirlit við spælídnaðinum í Kina frá mánadagin. Heilt nágreiniliga merkir tað, at børn í Kina framyvir bert sleppa at spæla spøl á teldu, playstation, fartelefonum, og øðrum eindum millum klokkan 20 og 21 fríggjadag, leygardag, og sunnudag, umframt á halgidøgum. Á tann hátt vóna myndugleikarnir at forða børnum í at gerast bundin av hesum spølum. Við nýggju reglunum verður eisini álagt spælfyritøkum at tryggja, at tað ikki er gjørligt hjá børnum og ungum undir 18 ár at spæla spøl uttanfyri ásettu tíðirnar, skrivar Ritzau. Kina byrjaði tó longu at avmarka telduspælsnýtsluna hjá børnum í 2019. Tá varð ásett, at børn og ung undir 18 ár ikki sluppu at spæla í meira enn hálvanannan tíma um dagin–tó tríggjar tímar á halgidøgum. Men nú eru hesar reglur herdar. Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua, spæla 62,5 prosent av kinesiskum børnum ofta spøl á netinum, og 13,2 prosent av teimum spæla í meira enn tveir tímar um dagin gerandisdagar. Nýggju reglurnar hava elvt til kjak á sosiala miðlinum Weibo, sum kann samanberast við Twitter í Kina. Meðan summi siga seg taka undir við nýggju reglunum, ivast onnur í, hvussu mydnugleikarnir ætla at handhevja teir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 18 ferðir niðan á Slættaratind: 72.538 krónur komu inn Stuðulin fer millum annað til ferð og uppihald hjá eydnudeildarleikarum sum fara til Lykkecup í Danmark um vikuskiftið Tá teir komu á mál eftir 18 túrar niðan á Slættaratind (Mynd: Arnstein Prestá) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen næstseinasta vikuskifti gjøgnumførdu“ Everesting” við at ganga niðan á Slættaratind 18 ferðir upp á eitt gott samdøgur, var tað samstundis fyri at savna pening inn til Eydnudeildina. Tað er nú gjørt upp, hvussu nógv er komið inn, og upphæddin gjørdist 72.538 krónur. -Eg, og tey, eru púra ovfarin um allan stuðulin. Túsund, túsund takk fyri, skrivar Jákup Petur Eliassen á Facebook. Tíggju leikarar úr Eydnudeildini fara til Danmarkar á Lykkecup um vikuskiftið, og avgjørt er at hvør leikari fær 2.000 krónur sum stuðul til ferð og uppihald. Einki barn kann ferðast einsamalt, so hetta kemur sera væl við. Restin fer til at gera tað møguligt at skipa fyri venjing hjá eydnuleikararnar, og kanska hava okkurt eftir at stuðla til Lykkecup næsta ár. Tilsamans gingu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærtensen 65,5 kilometrar, og 124.000 fet. Byrjað varð á middegi fríggjadagin, og leygardag nakað eftir middag, 24 tímar og 42 minuttir, høvdu teir gingið 18 ferðir aftur og fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021 Liðskiparin á føroyska landsliðnum vil ikki tosa um heiðurligt tap-at fáa stig móti Danmark er nøktandi sigur Hallur Hansson, ið tó hevur stóra virðing fyri mótstøðuliðnum SkrivaÐ: Agnar Prestá Hann spældi í donskum fótbólti í beint yvir seks ár. Nú leitar hann eftir felagið, men fyrst er fult fokus á at taka ímóti dønum á Tórsvølli í kvøld. 29-ára gamli landsliðsliðformaðurin byrjaði á bonkinum í dystinum móti Ísrael, men var fríggjadagin saman við Håkani Ericson á tíðindafundinum, og tað er ein av ábendingunum um, at Hallur í kvøld fer at ganga fremst, tá føroysku og donsku leikararnir ganga inn á vøllin. Andreas Kraul, ítróttarjournalistur og frásøgumaður á DR 1, spurdi Hall Hansson hvat eitt nøktandi úrslit er fyri Føroyar-endin av svarinum fekk donsku miðlafólkini at smáflenna:-Vit høvdu kunna sligið okkum til tos við javnleiki. Miðvallarin segði annars, at sjálvandi er hetta ein ógvuliga stór uppgáva fyri Føroyar, eitt slag av Dávid móti Goliat. Tó fara hann og liðfelagarnir ikki inn til uppgávuna við yvirstórari virðing-tað er sum til aðrar landsdystir og fótbóltsdystir: Vit fara inn fyri at vinna dystin. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Føroyar fingu ikki spenning í dystin aftur-fyri tungum tapi Ísrael økti til 3-0 tíðliga í 2. hálvleiki og hevði støður til fleiri mál, og tað gjørdist verri í yvirtíðini. Føroyska liðið byrjaði dystin væl og hevði eina fína løtu í 2. hálvleiki, men samanumtikið var munurin stórur: Ov løtt mál komu inn, og ov fáir málmøguleikar vórðu skaptir Aðrir bollar mugu í suppuna, um tað ikki skal gerast ljótt móti Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tá púra ódekkaði Munas Dabbur skoraði til 3-0 í sætta minutti í 2. hálvleiki, eftir at sera kviki og vandamikli Manor Salomon úr Shaktar Donetsk var komin til baklinjuna í samband við stutt hornaspark, var veruligur vandi fyri føroyskum skrædli. Stutt fyri hálvleik hevði Zahavi skorað fyri aðru ferð, og lítla løtu seinni gjørdi Odmar Færø stórt verjumistak, ið mundi kosta. Gunnar Nielsen bjargaði tó heilt væl, og tað gjørdi hann eisini í tveimum førum eftir 3-0 málið, eftir at føroyingar høvdu blakað bóltin ov løtt vekk/vart ov illa fyri. Í yvirtíðini fekk málverjin, ið var liðformaður í kvøld, tó einki gjørt, tá Zahavi varð spældur fríur í brotsteignum, og so varð talan um eitt slag av eyðmýkjing á heimavølli. Ov nógv grundleggjandi mistøk vórðu gjørd, og Ísrael var bara væl omaná á so at siga øllum økjum. Revsaðir hart í fyrra hálvleiki Fyrsta málið kom, eftir at føroyingar høvdu roynt at trýst og høvdu eina innleggstøðu, har René Shaki Joensen royndi at taka Sonna Ragnar Nattestad. Ísrael vann bóltin, og so gekk tað við fullari ferð. Sonni Rangar og René fingu ikki tíð at koma uppá pláss, og Jákup Biskopstø Andreasen fekk ikki forða Eran Zahavi í at reka inn í brotsteign og smekka bóltin í málið. Føroyska liðið var annars greitt við yvirlutan fyrstu tíggju minuttirnar og fekk lagt eitt lítið trýst við skilagóðum spæli, vunnum nærdystum og nøkrum deyðbóltum, har serliga eitt hornaspark frá Brandi Hendrikssyni Olsen gjørdist vandamikið. Ísrael tók av álvara yvir stutt fyri málið og hevur flutt bóltin nógv og rímiliga væl. Føroyingar hava mist ov nógvar bóltar og síggja sera sárbærir út á nøkrum økjum. Stutt fyri hálvleik royndi Gilli Rólantsson at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen við bringuni. Høgri bakkurin hevði ikki sæð mannin innanfyri seg, ið fangaði bóltin. Gunnar stjórbjargaði, men Gilli fekk ikki handfarið returbóltin, ið Zahavi fekk fatur á, og hann kom við enn einum dundurskoti, og so varð 0-2. Í kvøld vitjar Danmark á Tórsvølli. Danmark vann mikukvøldið 2-0 á Skotlandi Toppur ímóti botni leygarkvøldið Føroyar og Moldova eru niðast í bólkinum við einum stigi hvør. Tað varð fingið til høldar í innahýsis dysti, sum var í Moldova í fyrsta umfari. Liðið hjá Håkan Ericson hevur betri málúrttøku. Eftir dystirnar mikudagin eru trý mál á muni: 2-12 (Føroyar) og 2-15 (Moldova). Á heimavølli var Moldova fyri 0-2 ósigri fyri Eysturríki, ið skoraði eitt mál í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og hitt í yvirtíðini í seinna hálvleiki. Føroyska liðið skal av álvara reisa seg-tvær áhugaverdar avbjóðingar eru fyri framman í høvuðsstaðnum næstu dagarnar (Mynd: Jens Kr. Vang) Í Parkini skoraði Danmark tvær ferðir innan tveir minuttir, og málini hjá bakkunum Daniel Wass og Joakin Mæhle tíðliga í dystinum móti Skotlandi syrgdu fyri, at Danmark framvegis hevur fult stigatal og nú málúrttøkuna 16-0. Liðið, sum kom í EM-hálvfinaluna í summar, verður ein risastórur biti fyri Føroyar, ið tekur ímóti dønum leygarkvøldið. Úrsltini í 4. umfari í HM-undankappingarbólki F (UEFA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Daniel og Heri spældu fyri fyrstu ferð Bakkarnir hjá HB komu inn á vøllin, tá eitt korter var eftir av landsdystinum móti Ísrael-her er eitt sindur um teirra veg á A-landsliðið SkrivaÐ: Agnar Prestá 24-ára gamli høgri bakkurin Heri Hjalt Mohr var eitt skifti tíðliga í summar burtur frá fótbólti av persónligum ávum. Síðani hann er komin aftur, hevur hann víst sítt virði fyri HB-serliga í evropeisku dystunum- og Heri varð 23. august úttikin til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova. Heri varð ikki úttikin til teir fyrstu dystirnar í kappingini, ið vórðu leiktir í mars, og Daniel Johansen var heldur ikki á dómaraseðlanum til nakran av teimum dystunum. Vinstri bakkurin hjá HB gjørdi veruliga um seg í fjør, tá HB gjørdist greipuvinnari. Serliga var tað í álopskenda spælinum og við uppleggum-Daniel hevði tjúgu av slagnum í Betrideildini. Upprunaliga varð Daniel ikki úttikin til hesar heimadystirnar, men av tí at úttiknu vinstru bakkarnir Ári Mohr Jónsson og Viljormur Davidsen mánadagin endaðu í sóttarhaldi, vórðu boð mánakvøldið send eftir 23-ára gamla HB-leikaranum. Bæði Heri og Daniel vóru við í 1-0 sigrinum hjá HB á Maccabi Haifa á Tórsvølli 12. august, og hóast tað ikki gekk væl móti ísraelittum mikukvøldið, so varð tað eitt minniligt kvøld fyri bakkarnar, tí í 76. minutti vórðu báðir skiftir inn til tað, sum varð teirra fyrsti A-landsdystur. Nú hava 175 leikarar spælt á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, sambært FSF. Heri Mohr í eyðkendum stíli (Mynd: Sverri Egholm) Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB, og var sum yngri mest kantur. Eitt skifti í 2016 var hann leigaður út til TB, har skjóti og ágangandi leikarin spældi níggju dystir. Í 2019 var Heri úti á Argjum og spældi, og tað var í AB, at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu deildini. Í fjør tók hann plássið sum høgri bakkur í bandómsfelagnum, og gjørdi veruliga vart við seg við støðugum og sterkum avrikum. Heri er skrásettur fyri fimm U17-landsdystir í 2013, so tað er langt síðani, at hann umboðaði Føroyar. Pápi Heri Hjalt Mohr, Gunnar Mohr, skeyt nógv mál fyri HB og er skrásettur fyri sjey A-landsdystir, umframt tveir óalmennar. Gunnar var í hópinum, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona. Daniel Johansen er partvíst uppvaksin í Danmark og partvíst á Norðskála. Evnini vóru eyðsæð tíðliga í EB/Streymi, og í 2014 fór Daniel at spæla við HB. Har mentist tekniskt sterki leikarin, ið hevur spælt á sentrala miðvøllinum, á kantinum, men seinni árini mest á vinstra bakki. Daniel spældi til tíðir nógv undir Heimiri Guðjónssyni, men tað var í fjør, tá vinstra baks plásssi varð tøkt, eftir at Magnus Egilsson fór til Íslands við Heimiri at spæla við Vali, at ljóshærdi, vinstrabeinti leikarin fekk sítt stóra gjøgnumbrot. Hann varð, eins og Heri, úttikin til A-landsliðið í samband við eitt umfar í Nations League síðsta heyst, men fyrsti dysturin kom ikki. Daniel Johansen er skrásettur fyri átta U21-landsdystir, umframt ein U19-landsdyst. Tøl: Faroesoccer og fsf. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 U21-menninir taptu við tveimum málum Seinast vunnu okkara menn 2-0. Hesaferð vann Armenia 2-0 SkrivaÐ: Sverri Egholm U21-menninir spældu hósdagin ímóti Armenia, og tað gekk ikki líka væl, sum tá armenar vóru á vitjan í mjørkanum og vindi á Svangaskarði. Tá vunnu Føroyar 2-0 við tveimum málum frá Jonn Johannesen. Hesaferð taptu vit 2-0 á útivølli í armenska høvuðsstaðnum, Yerevan. Tað var eitt skert føroyskt lið sum spældi móti Armenia. Tveymálsskjúttin frá seinasta dysti var ikki við umframt Magnus Holm Jacobsen, Samuelsen Johansen Chukwudi og Lukas Giessing, ið allir vóru eyðsýndir í seinasta dysti, ikki vóru tøkir til hendan dystin. Eftir lítlan hjálvan tíma í málinum fekk Bárður á Reynatrøð ein stoyt, og mátti av vølli. Hann skuldi í røntgenkannast fyri at kanna nøsina og tummilin fyri brot. Fyri hann, kom Bjarki Vitalis Mørk í málið. Støðan var 1-0 til heimaliðið í hálvleikinum, men armenar hildu á at trýsta, og fingu eitt brotsspark fimm minuttir undan leikloki. Eitt brotsspark sum armenar ikki misnýttu, og vunnu dystin 2-0. Mánadagin skulu U21 leikararnir aftur í eldin, og tá verður tað á heimavølli á Svangaskarði ímóti Fraklandi, sum er sterkasta lið í bólkinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021 Seldu Uros: Vektaðu fíggjarliga partin hægri enn tann ítróttarliga Eitt felag setti seg í samband við okkum um keyp av Uros Stojano. Tóku vit av, kann felagið gerast skuldarfrítt í ár, greiðir formaðurin í ÍF frá í blaðnum Ellivu Uros Stojanov í reyðum og hvítum (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm-Um vit ikki hava tað fíggjarliga upp á pláss, so fer tað ítróttarliga at halta fyrr ella seinni. Tað sigur formaðurin í ÍF, Georges Rouah, um mest umrøddu søluna í Betri deildini hjá monnum í ár. ÍF valdi at selja málrevin Uros Stojanov til B36, og fuglfirðingar síggja nú út til at hava beinleiðis kós niður í næstbestu deildina. Hann sigur við blaðið Ellivu, at koronufarsóttin hevur havt við sær, at felagið hevur mist millum 400.000 og 600.000 krónur í inntøkum. Tað veri seg vantandi áskoðarainntøkur og at smærri stuðlar hava hildið aftur orsakað av óvissuni. Tá so ein fyrispurningur frá B36 kom um Uros Stojanov, kom tað væl við hjá ÍF fíggjarliga. B36 og Uros Stojanov skrivaðu undir sáttmála 25. juni (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)-Vit síggja, at tilboðið ger, at vit spara nógv á lønarlistanum, og vit fáa inntøkur beint í kassan. Vit tosaðu um tað í nevndini og tá sóu vit, at málið frá 2015-um at felagið skal verða skuldarfrítt-kundi røkkast í ár, um vit tóku av, greiðir Georges Rouah frá í nýggjastu útgávuni av Ellivu. Umframt Uros Stojanov fór Filip Djordjevic eisini úr felagnum. ÍF hevur ikki vunnið ein dyst síðani 16. mai, og liggur til niðurflyting á næstaftasta plássið við 13 stigum. Trý stig eru upp til EB/Streym á áttanda plássi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021 Føroyar gjørdu slætt borð Tað var eingin slingur í valsinum hjá U15-landsliðnum við gentum, sum í síðstu viku luttók í Baltic Cup 2021 í Estlandi U15 gentulandsliðið við Baltic Cup steypinum (Mynd: FSF) SkrivaÐ: Sverri Egholm Við 1-0 sigri á Estlandi og einum sannførandi 2-0 sigri á Litava, vunnu føroysku 15-genturnar ársins útgávu av Baltic Cup í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn. Tað sá annars leingi út til, at dysturin móti vertunum fór at enda málleysur. Men í seinastu sekundunum gjørdi liðskiparin, Jakobina Bergsdóttir, bart og smekkaði bóltin upp í málhornið. Ímóti Litava avgjørdi føroyska liðið dystin meir ella minni áðrenn steðgin. Brá Zachariasardóttir legði Føroyar á odda, og lítla løtu seinni økti Eydna Olsen Dalheim til 2-0. Harvið vunnu føroysku genturnar Baltic Cup 2021, og hetta er bert aðru ferð, at eitt føroyskt landslið kemur heim sum vinnari av Baltic Cup; fyrra ferðin var, tá A-landsliðið vann kappingina í 2016. Dysturin millum Litava og Estland endaði við 3-0 sigri til estlendsku genturnar. Sunnudagin spældi føroyska liðið venjingardyst móti Estlandi, og aftur vóru okkara gentur við yvirlutan. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Mira Bendix Laursen og Anna Jørginsdóttir stóðu fyri føroysku málunum. Samanumtikið var tí talan um eitt frálíkt avrik hjá gentunum og nýggja venjaratoyminum, og samstundis ein gleðilig ábending um, at framtíðin sær bjørt og spennandi út hjá okkara landsliðum. Næst á skránni hjá U15-gentunum er í november mánaði, tá liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Slovenia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Nýggj vitan um kvinnur í úrvalsfótbólti Nýggj føroysk gransking vísir, at ymiskir vøddafysiologiskir tættir avgera kropslig avrik í úrvalsfótbólti hjá kvinnum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Nýggj gransking, sum hevur týdning fyri kropsliga venjing hjá úrvalsfótbóltsspælarum, kom alment fram í farnu viku. Greinin, eitur "Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players", og hon varð almannakunngjørd í arbeiðsfysiologiska tíðarritinum, "Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sport", sum hevði eina serútgávu um úrvalsfótbólt hjá kvinnum. Rithøvundarnir eru Magni Mohr frá Fróðskaparsetrinum, sum er fyrsti rithøvundi og verkætlannarleiðari, umframt Ioannis G. Fatouros, Athanasios Z. Jamurtas, Dimitrios Draganidis, Martin Thomassen, Christina Ørntoft, Georgios Ermidis, Georgios Loules, Dimitrios Batsilas, Athanasios Poulios, Konstantinos Papanikolaou, Morten B. Randers, Peter Krustrup og Lars Nybo. Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum Setrið, Syddansk Universitet, University of Thessaly og Københavns Universitet. Granskararnir hava á fyrsta sinni kannað sambandið millum vøddafænotypu, kropsligar førleikar og ymisk sløg av kropsligum avriki í veruligum úrvalsfótbóltsdystum hjá kvinnum. Granskingarverkætlanin, sum varð gjørd í Trikala í Grikkalandi, kemur við nýggjari vitan um sambandið ímillum avrik á vøllinum í dystum í úrvalsfótbólti hjá kvinnum og ymiskar vøddafysiologiskar skipanir. Henda vitanin er grundleggjandi fyri munadyggari kropsligari venjing hjá kvinnuligum úrvalsbóltleikarum, skrivar Granskingarráðið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021 64 Leygardagur 04. september 2021 Spæla HM-undankapping í Føroyum í januar Hondbóltsmenninir fáa vitjan av Lettlandi, Italia og Luksemborg í januar, tá skipað verður fyri HM-undankapping í Høllini á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað er nú greitt, at bólkur 4 til HM-undankappingina hjá monnum verður leiktur í Føroyum í tíðarskeiðnum 14.–16. januar 2022. Hesum boðar Hondbóltssambandið frá. Eftir at hava samskift sínamillum, eru londini í bólki 4 til HM 2023-undankappingina komin ásamt um, at spæla undandystirnar yvir vikuskiftið 14.–16. januar í Føroyum. Londini í bólkinum eru Lettland, Italia, Luksemborg og Føroyar. Sostatt verða tveir dystir fríggja, tveir leygar- og tveir sunnudagin í Høllini á Hálsi. Vegurin til HM er langur. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, har tveir play-off dystir bíða móti hægri styrkismettum liðið, har vinnarin yvir tveir dystir aftur spælir móti hægri styrkismettum liðið yvir tveir dystir, har vinnarin síðani sleppur til HM. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 Bragi tók øll á bólið Met nógv ross til ríðikapping í Marknagili leygardagin SkrivaÐ: Kappríðingarárið endaði síðsta vikuskifti við einum brakið av einari kapping í Marknagili í Havn. Gott veður, met nógv ross og gott lag eyðkendi kappingina. Tað vóru eisini nøkur óvæntað úrslit og sera tætt við at metið í 100 metra skeið var tikið. Kappingin byrjaði við tølt. Her eyðnaðist tað ungu evnaríku Silju G. Eystberg at vinna á teimum meira garvaðu Johannessen brøðrunum. Silja G. Eystberg og Tango vunnu við tíðini 11: 60, Regin Johannessen á Brynjar gjørdist nummar tvey við tíðini 11: 80 og Bárður Johannessen á Stráki nummar trý við 12: 81. Brynjar og Regin Johannessen vunnu FM í tølt. Skeiðkappingin var sera áhugaverd, mest tí at Kór við Beintu P. Debes á baki hevur gjørt sera stór framstig hetta kappingarárið. Tey hava vant nógv og miðvíst og vóru á degnum bara 0: 02 sekund frá at sláa metið í skeið 100 metrar. Metið er 8: 00 og Kór og Beinta P. Debes vunnu á degnum við 8: 02. Spell at tey ikki kundi krúna sigurin á degnum og FM heitið ið eisini var vunnið, við einum føroyskum meti. Beinta P. Debes fylti enntá sama dagin, so stórur dagur hjá ungu argjareiðkvinnuni. Bárður Johannessen og Syrpa gjørdist nummar tvey á degnum við tíðini 9: 03, eisini ein sera góð tíð. Nummar trý gjørdist Orka við Ranju Halsdóttir Djurhuus. Travkappingina vunnu Klettur og Mogens Wraae Olsen, nummar tvey var Freyr við Biritu Lützen og nummar trý føroyska ryssan Skessa við Siri S. Joensen. Freyr og Birita Lützen vunnu føroyameistaraheitið í trav 250 metrar. Tvíspor ll flokk á degnum vann Sirkill við Halli Hansen. Kappingin í Tvíspor ung var sera jøvn undan kappingin, bara eitt stig var á muni millum føroyameistaran frá í fjør, Silfu, við Ásu Bárðardóttir og Freyr við Birnu Jóanesarson. Hetta merkti at tann, ið var kvikari á degnum vann FM. Sjálvt um riðilin var javnur, átti Freyr tó munin, hann og Birna vunnu við tíðini 17: 21 og gjørdist sostatt føroyameistarir. Silfá kom á mál við tíðini 17: 60 og gjørdist nummar tvey. Tindur og Ranja Halsdóttir Djurhuus gjørdist nummar trý. FM kappingin í tvíspor vaksin, var so gott sum avgjørd frammanundan kappingina í gjár, men reiðfólkini leggja altíð nógva orku í at vinna hvørja kapping og soleiðis var eisini hesuferð. Úrslitið tók helst eisini tey flestu kønu á bólið, tí tað gjørdist Bragi av Eiði við Jónu Ólavsdóttir á baki, ið vann kappingina, tey hava onga kapping vunnið fyrr í ár, men hesaferð gjørdi tey bart og vunnu rímiliga trygt við tíðini 34: 18 um teir 500 metrarnar. Nummar tvey gjørdist Marengo og Hallur Hansen, hetta var eisini heldur óvæntað. Nummar trý gjørdist nýggi føroyameistarin Ronja við Zacharias R. Jacobsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021 Føroya vakrasta hálvmaraton verður í dag 700 luttakarar vera við SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í dag fara fólk aftur renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs kirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Í ár verða umleið 700 luttakarar við. Seinasta ár varð #FVHM gjørt um til eina tykisrenning-#míttvakrasta-hóast tað, eydnaðist at lata 33.000 krónur til Krabbameinsfelagið og Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum. Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021 Fyrrverandi IOC-forseti Jacques Rogge deyður Belgiski Jacques Rogge, ið var forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) frá 2001 til 2013, gjørdist 79 ára gamal (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Jacques Rogge, fyrrverandi forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC), er deyður, 79 ára gamal. Tað boðar IOC frá á sínari heimasíðu. Jacques Rogge var IOC-forseti í árunum 2001 til 2013, og hareftir varð hann útnevndur til heiðursforseta. Hann var útbúgvin ortopedskurðlækni við sergrein innan ítróttaskaðar. Eisini var hann ein sera dugnaligur ítróttamaður. Jacques Rogge var belgiskur rugbymeistari og umboðaði belgiska landsliðið. Eisini gjørdist hann fleiri ferðir belgiskur meistari og heimsmeistari í sigling, og sigldi hann fyri land sítt í OL í 1968, 1972, og 1976. Thomas Bach, núverandi IOC-forseti, sigur m. a. soleiðis um Rogge:–Fyrst og fremst fara vit at minnast hann sum ein persón, sum elskaði ítrótt og elskaði at vera saman við ítróttafólkunum, og hann smittaði øll, hann kendi við sínum eldhuga. Hann gjørdi nógv sum forseti og hjálpti við at endurskapa og nútímansgera IOC, og eisini gjørdi hann nógv fyri ungdómsítróttin, leggur Bach afturat. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021 |
Nú skulu bestu matstovurnar í Føroyum aftur heiðrast SíÐa 3 Løgmaður vildi ikki svara spurningunum SíÐa 7 Mintust Fischer Heinesen á 120 ára degnum SíÐa 30 Breyðvirkið er ársins íverksetari SíÐa 4 Greenpeace í rættin fyri at forða fyri troling SíÐa 45-Eri forelskaður í hesum áskoðarunum SíÐa 55 U21 landsliðið fekk fantastiskan javnleik móti Fraklandi SíÐa 52 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Tænir ikki endamálinum–gjaldsskipanin má broytast Nú má tað vera greitt fyri allar partar, at tað ikki longur ber til at halda áfram við núverandi gjaldsskipan í nýggja Eysturoyartunnlinum, ið vit nú hava havt gleði av í skjótt níggju mánaðir. Ferðslutølini fyri tríggjar teir seinastu mánaðirnar vísa, at ferðslan er minkandi, og at hon ikki er í nær námind at nærkast ætlaða ferðslutalinum, og máltalinum, sum tunnilsfelagið hevur sett sær. Við hetta lag, so sær út til, at tað verður landskassin, sum skal taka um endan og rinda tunnilsfelagnum, tí landið hevur játtað seg til at rinda endurgjald, um tað ikki eydnast at fáa inntøkurnar upp, svarandi til eina dagliga ferðslu, sum liggur væl oman fyri ta núverandi. Hetta ber jú ikki til. Tað ber ikki til, at pengar skulu flytast úr landskassanum til tunnilskassan fyri at hava neyðuga gjaldførið. Heldur skulu pengarnir brúkast til rætta endamálið, sum má vera at hjálpa til við at økja um ferðsluna ístaðin. Veruleikin er tann–og tað er ein sannroynd–at tunnilin ikki hevur verið við til at økja um samansjóðingina av fólkinum í høvuðsstaðnum og Skálafjørðinum. Heldur ikki millum fólki á hvør sínum armi av fjørðinum. Var tað ikki ætlanin við tunnlinum? Ein tingmaður segði tað so rámandi í sambandi við viðgerðina av nýggjum innkomuvegi til Havnar. Tað er ikki neyðugt at fara undir tað projektið–heldur ikki fjørðuvegin í Runavík–tí tunnilin økir ikki um ferðsluna í mun til hvat hon var frammanundan. Hetta er kanska at gera eitt sindur ov nógv av, men vísir kortini ein veruleika, sum ikki er til at taka feil av. Teir brúkarar, ið vilja at sleppa at koyra gjøgnum tunnilin hvønn dag–pendlararnir–gera tað ikki, tí prísurin er ov høgur. At tað eisini er ein spurningur um at finna útav hvussu ferðastuðulin skal skipast, er eitt sindur ov pínligt at viðgera í hesum samanhangi, tí tað er skomm, at hetta ikki er komið upp á pláss. Finnið útav at seta prísin niður á eitt hóskandi støði, og latið tað ganga skjótt! Eisini er tørvur á eini góðari avsláttarskipan. At fáa eitt prosent í avsláttri hjá stórbrúkarum, er ikki nakar avsláttur, tað er ein háðan. Príslækkingin nýtist ikki at vera tann stóra í pengum. Ein byrjan kundi verið, at latið“ ferðaseðilin” verið galdandi fyri meira enn tann eina túrin. Latið okkum siga, at ein bileigari á Skálafjørðinum visti, at um hann hevur koyrt fyri 100 ella 150 krónur ein dag, so kundi hann koyrt ókeypis restina av degnum, ella í eitt ávíst tal av tímum. Var tað galdandi, so høvdu tað neyvan verið líka nógv, sum ivaðust og heldur valdu tann longra vegin. Sama er galdandi tvørtur um fjørð. Tað er ikki rætt, at ein mamma á Strondum, sum rindar 50 krónur fyri at koyra dóttrina til fimleikavenjing í Bylgjuni (fjarstøðan er hálvanannan kilometur í loftlinju) skal rinda 50 krónur einaferð afturat tá dótturin skal heintast aftur, um hon fer heim at gera náttura ímillum. Núverandi skipan tænir ikki sínum endamáli og eigur tí at broytast. Hon er eisini í stríð við galdandi veðurlags-, umhrørvis-, vinnu-, ferðslutrygdar- og familjupolitikk. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 3917 Lisnar síður: 19071 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 67 milliónir til privatar fyritøkur fyri koronakanningarnar Í alt hevur landskassin rindað 83,8 milliónir-tað er við meirvirðisgjaldi. Haratil eru 25,2 milliónir komnar inn í avgjaldi fyri koronakanningar við komu til landið (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Landskassin hevur higartil rindað 67 milliónir krónur til privatar kanningarstovur fyri at gera kanningar fyri covid-19. Hetta upplýsti Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, í vikuni í skrivligum fyrispurningi frá Beintu Løwe úr Tjóðveldi. Heimsumálaráðið hevur síðan spurningurin varð svaraður nágreinað tølini. Tað sæst í innliti, sum Blaðið Vikuskiftið hevur fingið. Hetta vísir, at nágreiniliga talið, sum fyritøkurnar Thetis og Smyril Line hava fingið 67,3 milliónir krónur. 60,8 til Thetis og 6,5 til Smyril Line. Av teimum 60,8 milliónirnar til Thetis, eru 45 milliónir goldnar av kontu hjá Heilsumálaráðnum og 15,8 frá Sjúkrahúsverkinum. Upphæddirnar til Smyril Line er ávikavist 5,6 og 0,9 milliónir krónur. Sjúkrahúsverkið stendur fyri kanningum innanlands, og hevur avtalur við veitarar í hesum sambandi. Heilsumálaráðið stendur fyri kanningum við landamørk, og kanningum í sambandi við smittusporing, og hevur avtalur við veitarar í hesum sambandi. Afturat hesum hevur Sjúkrahúsverkið goldið 16,5 milliónir krónur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyri greiningar. Sostatt er talan um eina útreiðslu upp á tilsamans 83,8 milliónir til uttanhýsis veitarar. Meirvirðisgjald er roknað við í øll hesi tøl. Síðan 1. oktober í fjør hava ferðafólk til Føroya rindað eitt kravt avgjald fyri korona-kanningina við komu til landið. Taks umsitur innkrevjingina av ferðaavgjaldinum. Og Heilsumálaráðið upplýsir, at higartil eru 25,2 milliónir krónur skrásettar sum inntøka. Henda upphædd er uttan meirvirðisgjald. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021 3 Nú skulu bestu matstovurnar í Føroyum aftur heiðrast Siglandi matstovan umborð á Norrønu er tann við flestu tilnevningum til "Faroe Best"-tiltakið, ið heiðrar bestu matstovunum í Føroyum Skøturavar-ein av signaturrættunum á Munkastovu (Mynd: Smyril Line) SkrivaÐ: Tá Norrøna í vetur varð umbygd, hendi fleiri broytingar umborð á Norrønu. Nøkur av støðunum umborð fingu nýtt navn. Matstovan við vakra hetlendskt/norrøna navninum Simmer Dim eitur nú Munkastova, og matseðilin varð eisini skiftur út. Altjóða matummælarar hava fingið eyguni upp fyri tí, ið nú verður borðreitt í Munkastovu umborð á Norrønu, og tá virdi danski matummælarin, Bent Christiansen, hin 21. november fer at heiðra føroysku matstovuvinnuni á tiltakinum Faroe Best, ið verður hildið í sambandi við ein galladøgurða á Hotel Brandan, er Munkastova tann við flest tilnevningum saman við vertsmatstovuni á Brandan, Húsagarði. Hesar báðar matstovurnar eru tilnevndar í sjey bólkum. Yvirhøvur eru tær nýggju hotellmatstovurnar væl umboðaðar, tí Hallartún, matstovan á Hilton Garden Inn er til nevnd seks ferðir. Umframt Munkastovu er tað bert tvær matstovur við bústaði uttan fyri høvuðsstaðin millum tær tilnevndu. Koks er sjálvandi onnur–hin er Fiskastykkið í Sandavági, ið hevur møguleika at vinna heiðurin Ársins smyrjibreyð. Ársins matstova og kokkur Størst spenningur er sum vera mann hvør verður ársins matstova yvirhøvur. Her eru fýra tilnevndar, og tær eru allar longu nevndar í greinini her: Koks, Húsagarður, Munkastova og Hallartún. Og so er tað áarsins kokkur, ella kokkapersónligheit innan inspirerandi og modernaða matgerð anno 2021. Bert menn eru tilnevndir: Poul Andrias Ziska, Koks, Áki Herálvsson, Hallartún, Teitur Christensen, Barbara og Janus B. Sørensen, Munkastova. Bent Christensen, sum gevur út Den danske Spiceguide, hevur sjálvur vitjað í Føroyum nakrar ferðir og etið gott, hevur júst lokað tilnevningarnar, sum ikki bara byggja á hansara egnu metingar, men eisini á aðrar ummælarar, sum hava verið í Føroyum og roynt ymsu matstovurnar. Tilsamans skulu 13 heiðrar latast á galladøgurðanum 21. november. Hinar tilnevningarnar eru hesar: Ársins víntænari (sommelier): Karin Visth, Koks–Ólavur í Búrstovu, Húsagarður–Moritz Müller, Ruts Ársins matstovuprofilur: John Mikkelsen, Áarstova–Ólavur í Búrstovu, Húsagarður–Mike Uhre, Munkastova Ársins nýbrot: Munkastova–Húsagarður–Hallartún Ársins smyrjibreyð: Bitin–Munkastova–Fiskastykkið Ársins Fiskur & skeljadjór/ræst: Barbara–Ræst–Etika Ársins grøna máltíð: Ruts (Hotel Føroyar)–Hallartún Ársins kjøt: Angus–Hallartún–The Tarv Ársins omaná/søtmeti/kakur: Munkastova–Hallartún–Húsagarður Ársins vín & avec Koks–Húsagarður–Hotel Føroyar Á gallakvøldinum 21. november verður eisini ein bóklingur, Faroe Best guide’ in, løgd fram. Ein hondbók, har ummæli kunnu lesast av matstovunum. Higartil hava nakrar føroyskar matstovur verið partur av Den danske Spiseguide, men Bent Christensen helt, at dygdin á føroysku matstovunum eru nú komnar upp á eitt so mikið høgt støði, at tær saktans bera at hava sína egnu guide. Hetta er fyrstu ferð, at ein matstovuguide verður gjørd bert yvir matstovur í Føroyum. Í januar í ár vórðu heiðrarnir hjá Den danske Spiseguide handaðir føroyskum matstovum. Hetta hendi uttan danska luttøku, vegna korona. Her síggjast tey, ið vórðu heiðrað (Savnsmynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021 Breyðvirkið er ársins íverksetari Breyðvirkið, sum Fríða Hansen og Randi Olsen reka og eiga, er kosin ársins íverksetari 2021. Tað varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum í gjár (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Seinnapartin fríggjadagin varð kunngjørt, at fyritøkan Breyðvirkið, sum tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen reka og eiga, er kosin Ársins íverksetari 2021. Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð fríggjadagin hildin í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Breyðvirkið til Ársins íverkseta 2021. Fríða Hansen (t. v.) og Randi Olsen (t. h) saman við Bárði á Steig Nielsen Løgmaður segði millum annað:“ Ársins íverksetari hevur í nógv ár havt ein dreym um at byrja egið virksemi við eini dygdargóðari og vistfrøðiligari vøru. Við sínum dirvi, áræði og nýhugsni, hevur Ársins Íverksetari endurskapt tað gamla bakaríið og gjørt tað til eina servinnu. Talan er um eitt lítið breyðvirki, sum ger eina ávísa nøgd hvønn dag, helst uttan matoysl, so burðardygt og vistfrøðilig sum møguligt. Tað, sum sermerkir vøruna, er súrdeiggjið og framleiðslan úr hesum.” Hóast korona hevur herjað á um allan heimin, kann ársins íverksetari vísa á eitt gott fíggjarlig úrslit. Sostatt kann staðfestast, at ársins íverkseti longu frá byrjan hevur lært at tillaga virksemið eftir truplu umstøðunum, sum korona hevur viðført. Ársins íverksetari var ein av fyrstu verkætlanum á hópfíggingarportalinum hjá Íverksetarahúsinum. Undirtøkan á hópfígging var stór og tað gingu ikki nógvir tímar, áðrenn tær høvdu rokkið fíggjarliga málinum, sum tær høvdu sett sær á portalinum. Aftaná bert 30 tímar høvdu tær fingið 100 prosent av ynsktu fíggingini. Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Rúnar Reistrup, ið hevur verið stjóri og við í menningini av fyritøkuni Depop, sum fyrr í ár bleiv seld fyri 10 milliardir krónur. Dagurin var hildin í Norðurlandahúsinum við luttøku av áleið 300 áhoyrarum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 5 Størv Reingerðingsfólk til tríggjar stovnar hjá Almannaverkinum Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. Skjótt klárt at bryggja á Hálsi Bryggjaríið OY væntar at koma út við fyrsta brygginum til jóla (Mynd: Oy) SkrivaÐ: Í eini høll á Hálsi í Havn verður nú av øllum alvi arbeitt við at gera klárt til at kunna kynda undir tangunum, ið skulu bryggja øl til nýggja bryggjaríið við navninum OY. Bryggjhúsið, ið er keypt úr Ísrael, er komið til landið, og verður nú monterað í bygninginum hjá fyritøkuni, ið einaferð æt Tórshavnar Timburhandil. OY skal húsast á 1100 fermetrum í eystara enda av bygninginum, sum vendir út móti Falkavegi. Her verður meira enn bara bryggjarí, tí talan verður um at gera eitt móttøkuhøli, har vitjandi fáa møguleika at síggja hvussu ølbryggingin fer fram. Eisini verður eitt stað, har møguleiki verður at smakka vøruna–ein‘ brew-pub’, sum tað eitur á fremmandum máli. Á skeinkingarstaðnum verður eisini møguleiki at sessast og keypa sær ein bita at eta. -Hetta við at hava‘ visitor-centre’ er ógvuliga vælumtókt á bryggjaríum aðrastaðni, og tað fara vit eisini at hava. Eisini verður ein køkur haðani møguleiki at at keypa sær mat, sum hóskar seg til vørurnar, vit fara at bryggja á staðnum, greiðir Petur Petersen, stjóri frá. Hann leggur afturat, at talan ikki verður um nakra‘ gourmet restaurant’, men eitt stað við leskiligum mati, ið hóskar seg til øl. Ikki bara munnbitar, men tað verður eisini møguleiki at keypa heilar máltíðir her á nýggja staðnum hjá OY. Petur Petersen, stjóri Skal testast fyrst Í løtuni eru útlendskir montørar i gongd við at seta útgerðina saman, sum er komin úr Ísrael. Hartil eru eisini komnir fleiri tangar, har bryggið skal lagrast. -Enn vita vit ikki nær vit kunnu koma í gongd við sjálva bryggingina. Tá útgerðin er sett upp, skal hon testast, og ikki fyrr enn vit eru vís í, at gott øl fæst burtur úr í hinum endanum, fara vit í gongd við veruligu framleiðsluna, sigur Petur Petersen. Vónin er framvegis at kunna koma út við fyrsta brygginum í rúsur og útsølur áðrenn jól. -Tað tekur tíð at bryggja og lagra gott øl, men okkurt hava vit væntandi klárt áðrenn jól, sigur Petur Petersen, sum á fólkamunni vanliga verður róptur Petur Øl. Hann sigur, at ætlanin er at bjóða fleiri ymisk øl frá OY–alt frá vanligum pilsnara, yvir IPA og pale ale til stout og sider. 1,2 milliónir litrar um árið Á bryggjarínum verða 16 lagurtangar, og framleiðsluorkan er roknað til at vera 1,2 milliónir litrar um árið. -Hetta svarar nøkulunda til ein triðing av føroyska marknaðinum, og tað er eisini har, vit ynskja at vera, sigur Peter Petersen, og leggur afturat, at teir longu nú eru í gongd við eitt ávíst marknaðarføringsarbeiði, so ølirnar frá OY eisini verða at fáa ymsa staðni uttanlands. Væntandi verða fýra til fimm fólk til arbeiðis, tá bryggjaríið er komið í gongd, og so verður helst eisini brúk fyri meira hjálp, tá á stendur við serligum uppgávum, sigur Petur Petersen, stjóri. Í nevndini í Pf. OY sita Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Høgni Hansen, Jóhannes Jensen, Rúni M. Djurhuus og Óli Restorff Hansen. Felagið varð stovnað í desember í fjør við 6 milliónum krónum í partapeningi. Hendan upphæddin var í august hækkað við 1,5 milliónum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Løgmaður vildi ikki svara spurningunum Grundgevingin er, at veruleikin hjá løgmanni er ikki tann sami, sum veruleikin, ið Høgni Hoydal roynir at mana fram (Skíggjamynd) SkrivaÐ: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, valdi rætt sín at lata vera við at svara upp á spurningarnar, tá Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í løgtinginum mikudagin setti honum nakrar munnligar spurningar viðvíkjandi útsøgnunum hjá løgmanni viðvíkjandi leikluti Føroya í hernaðar- og verjumálum. Spurningarnir vóru til greinina hjá løgmanni, sum hevur staðið í danska miðlinum Altinget. Fimm mánaða gomul grein Í tinginum upplýsti løgmaður, at talan er um somu grein, sum fyri fýra mánaðum síðani stóð á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni fyri fimm mánaðum síðani, og skilti ikki, hví øsingin er íkomin nú. -Umheimurin og eisini danskir miðlar hava áhuga fyri føroysku støðuni til henda spurningin. Altinget bað løgmansskrivstovuna um at fáa eina týðing av greinini, og hesum gingu vit á møgi, tí vit vilja fegin hava fleiri at fata okkara staðfestinv av, at vit eru ein partur av vesturheiminum, segði løgmaður millum annað í svari sínum. Greinin í Altinget hevur fingið øði í Høgna Hoydal, sum í vikuni sendi eitt skriv til miðlarnar. Hann vísti á, at undirbrotligheitina hjá sambandsfólki er kend í Føroyum, men hann vildi ikki góðtaka, at landsins politiski leiðari fer út í altjóða miðlar við hesum, sum hann kallar ein niðurgering av føroyingum. Niðurgering Og tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni á tingi í dag, setti formaður Tjóðveldis løgmanni nakrar spurningar við støði í hesum. Eitt nú fýlist Høgni Hoydal á, at løgmaður sigur føroyingar hava flogið undir radaran fyri at sleppa undan at at taka støðu í hernaðar- og verjumálum. Hesum vil Høgni Hoydal ikki góðtaka. Hetta er ein niðurgerð móti eitt nú teimum 226 føroyingunum, sum lótu lív undir øðrum verðaldarhardaga, og teirra familjum. 226 er eitt prosent av fólkinum í landinum–størsta sivila tap undir krígnum yvirhøvur. Løgmaður tók ikki støðu til teir einstaku spurningarnar, men vísti á, at politiski og søguligi veruleikin hjá honum ikki er tann sami sum tann hjá Høgni Hoydal. Mótmælis-ella friðargongur? Bárður á Steig Nielsen vísti á síni barna- og ungdómsár, sum vóru merkt av, at tjóðveldisfólk og onnur gingu mótmælisgongur niðan í Mjørkadal fyri at mæla ímóti, at Nato var til staðar í Føroyum. Í forleingilsi av tí, so staðfesti løgmaður eisini, at avgerðin um ein komandi eftirlitsradara í Føroyum verður tikin í Føroyum og onga aðrastaðni. Høgni Hoydal vildi ikki góðtaka søguligu útleggingina hjá løgmanni, og spurdi um hann hevði sína vitan frá Dagblaðnum í sjeytiárunum, tá Óli Breckmann hevði fragd av at kalla friðarfólk fyri“ hopphøvd, sum spældu fandango”. -Nei tað vóru ikki mótmælisgongur móti Nato. Tað vóru friðargongur, fólk sum mótmæltu hóttandi vápnadubbingini, sum hótti við einum triðja verðaldarbardaga um tað mundið. Løgmaður avrundaði bara turrisliga við at staðfesta, at politiski og søguligi veruleikin hjá Høgna Hoydal ikki er tann sami, sum hjá honum sjálvum, og vísti á at spurningarnir, ið vórðu settir, vóru settir út frá veruleikanum, sum Høgni Hoydal roynir at skapa. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Vit eru nú fleiri enn 53.500 fólk Burðaravlopið er tað hægsta síðan 2003 (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm 1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5 prosent. Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á 314. Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánaða í ár. Juli er vanliga mánaðin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan 2013. Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í 2017. Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Vestmanna kommunu, har 11 fólk fluttu úr kommununi. Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkavøksturin var 3,7 prosent, 50 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Føroyska koronupassið klárt mánadagin Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi (Skíggjamynd: Dagur og vika) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Mánadagin fer at bera til at taka niður føroyska koronupassið á telefonina. Føroyska talgilda koronapassið verður lætt og ókeypis hjá øllum við føroyskum p-tali at fáa sær. Tú fært koronupassið á corona. fo. Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi. Føroyska koronupassið er enn ikki endaliga góðkent í ES, men Sjúkrahúsverkið hevur fingið at vita, at góðkenningin kemur í næstu viku. Tí kunnu fólk enn ikki brúka koronapassið, tá ið tey ferðast millum lond. Boðað verður alment frá, tá endaliga góðkenningin frá ES er komin. Samleikin er lykilintil koronapassið Neyðugt er at hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at brúka koronapassið. Samleikin er lykilin, sum tryggjar, at tú fært atgongd til koronapassið í telefonini, soleiðis at tú kanst vísa tað fram, har tað er neyðugt. Fakta um koronapass • Talgilda koronapassið er ein felags evropeisk loysn, ið skjalprógvar, at borgari er koppsettur, tá ferðast verður í ES og Schengen londum. • Koronapassið kann takast niður á fartelefonina, sum tú hevur við tær uttanlands. • Til ber at rita inn á títt koronapass við at brúka Samleikan sum lykil. • Ein QR kota lesur inn upplýsingar um tína koppseting og koronukanning, sum tú kanst vísa fram, tá ferðast verður um landamørk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Løgtingsnevndirnar broyttar Í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður, og Helgi Abrahamsen er komin aftur í tingið, eru broytingar í dag gjørdar í løgtingsnevndunum Erhard Joensen er nú formaður í fíggjarnevnd løgtingsins (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Løgtingið samtykti í vikuni at gera broytingar í løgtingsnevndunum í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður og Helgi Abrahamsen er komin aftur í løgtingið. Broytingarnar vórðu einmælt samtyktar. Broytingarnar hava við sær fylgjandi: Erhard Joensen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini fyri Magnus Rasmussen. Helgi Abrahamsen er limur í rættarnevndini og landsstýrismálanevndini fyri Erhard Joensen. Edva Jacobsen er limur í trivnaðarnevndini fyri Erhard Joensen. Helgi Abrahamsen tekur við sum varalimur fyri Magnus Rasmussen í uttanlandsnevndini og Útnorðurráðnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Oman fyri 50 bilar stóðu eftir Nógv var á skránni í Suðuroynni farna vikuskiftið, og tá Smyril fór av Krambatanga sunnukvøldið, stóðu nógvir bilar eftir Um tú fert til Suðuroyar skalt tú ikki vera alt ov vísur í at fáa bilin heim aftur beinanvegin. Nógv hendi í Suðuroy farna vikuskiftið, og tá Smyril loysti av Krambatanga fyrr sunnukvøldið, stóðu eini 50-60 bilar eftir, staðfesti Suðurrás. Fleiri tiltøk høvdu verið, og fleiri fótbóltsdystir eisini sunnudagin. Suðurrás skrivar, at ferðslan um Suðuroyarfjørð økist í hvørjum, bæði við flutningi og ferðafólki. -Hetta ávirkar bæði møguleikarnar at halda ferðaætlanina teir dagar nógvur farmur er–og so er tað vorðið alsamt vanligari at bilar standa eftir á keiini, verður sagt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021 Widerøe avlýsti longu á øðrum túri Avlýstu tí veðrið ikki var til vildar í Vágum mánadagin (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Norska flogfelagið Widerøe var sín fyrsta regluliga túr í Føroyum síðsta fríggjadag. Men longu á øðrum túrinum, sum skuldi vera mánadagin, avlýsti flogfelagið. Samskiftisfólkið hjá Widerøe sigur fyri Kringvarpinum, at tey valdu at avlýsa, tá veðurforsøgnirnar mánamorgunin søgdu, at líkindi neyvan fóru at vera at lenda í Vágum. Widerøe skuldi eftir ætlan koma í Vágar beint fyri middag. Ferðafólkini, sum skuldu havt verið við Widerøe mánadagin, vórðu ístaðin flogin við SAS umvegis Keypmannahavn. Widerøe hevur ikki somu RNP-útgerðina í propellflogførunum, sum ger at bæði Atlantsflog og SAS kunnu lenda í Vágum, hóast sýnið er vánaligt. Widerøe hevur sett sær fyri at flúgva til Føroya tvær ferðir um vikuna–mánadag og fríggjadag. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Eldur kom í maskinrúmið á Norrønu Meðan Norrøna lá í Seyðisfirði fór roykalaramurin í maskinrúminum í gongd. Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum (Mynd: Ruv. is) SkrivaÐ: Sverri Egholm Seinnapartin í týsdagin fekk Norrøna roykalarm úr maskinrúminum. Hetta hendi meðan skipið lá við bryggju í Seyðisfirði. Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum, sum kom frá einum hjálpimotori. Ongin mansskaði stóðst av hendingini og tey fáu ferðafólkini, sum vóru umborð, vórðu evakuerað í land. Eftir at maskinrúmið var luftað út, og tamarhald fingin á støðuni, sluppu ferðafólkini umborð aftur, og Norrøna kundi seta kós aftur móti Føroyum sambært ferðaætlanini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Sløkkiliðið og løgreglan máttu upp í leikin Ein føroyskur fjeppari hevði roykbumbu við sær inn á Tórsvøll leygarkvøldið, og festi í stutt fyri hálvleik. Fjepparafelagið Skansin biður um umbering, og heitir á fólk um at virða reglugerðina Skansin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Sløkkiliðið og løgreglan fóru rennandi yvir til Skansaáskoðararnar á suðursíðuni á Tórsvølli stutt fyri hálvleik í spennandi Føroyar-Danmark-dystinum leygarkvøldið. Ein fjeppari hevði tikið eina roykbumbu við sær inn á Tórsvøll, og festi í. Viðkomandi varð skjótt funnin og burturvístur. Skansin harmaðist dagin eftir um hendingina, og biður um almenna umbering. -Vit kenna okkum hava ein part av ábyrgdini í hesum, tí at viðkomandi var við sum partur av Skansanum, og vilja vit tí koma við einari almennari umbering. Tí hetta má og skal ikki henda, sigur nevndin í Skansanum. -Har eru strangar altjóða reglur í samband við tílíkt, og verður hetta tikið í størsta álvara. So um tit, eins og vit, ynskja at Skansin framhaldandi skal hava loyvi at virka undir somu, sera góðu treytum, ið vit í løtuni hava, er tað av alstórum týdningi at reglurnar verða tiknar í álvara. Slíkt má ikki henda aftur, stendur í umberingini. Lagt verður afturat, at annars vóru fjeppararnir fyrimyndarligir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021 Bryggjarar og brennarar stovnað vinnugreinafelag Felagið skal m. a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera almennur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt Umboð fyri sjey fyritøkur, ið framleiða øl, vín og brennivín, luttóku á vinnuvitjanini í Stóru Dímun SkrivaÐ: Tíðindaskriv Týsmorgunin, 31. august, var Stóra Dímun karmur um serstaka vitjan. Útoyggjafelagið og Dímunargarður høvdu bjóðað føroyskum bryggjarum og brennarum á vinnuvitjan í oynni. Útoyggjafelagið fyllir 20 ár í ár, og í tí sambandi verður skipað fyri eini røð av tiltøkum á øllum útloyggjum. Í juni skipaði Útoyggjafelagið fyri tiltaki í Havn, ið savnaði bryggjarar og brennarar–umframt umboð fyri atknýtt virksemi. Vinnuvitjanin í Dímun varð sostatt eitt framhald av hesum tiltaki. Vitjanin byrjaði við rundferð og frásøgn í rótaveltunum og framleiðsluhølunum hjá Dímunargarði, har bóndin, Jógvan Jón Petersen, greiddi frá virkseminum hjá garðinum. Síðani vórðu luttakararnir bodnir innar til staðbundnan morgunmat og vinnukjak í fjálgu bóndastovuni. Tosað varð um viðurskiftini við brygging og brenning í Føroyum, og luttakararnir vórðu á einum orðið um tørvin á felags rødd og samstarvi. Tí vórðu stig tikin at stovna vinnugreinafelag at umboða øl, vín og spiritus-framleiðslarar í Føroyum. Fyri fáum árum síðani var eittans virki innan hesa vinnugrein, men seinnu árini hevur hendan vinnugrein av álvara tikið seg fram, soleiðis at tað í dag eru fýra bryggjarí í Føroyum, umframt fimm fyritøkur, ið framleiða vín og brennivín. Vinnan er í soleiðis í stórari menning, og tískil er grundarlag fyri at stovna vinnugreinafelag, ið skal virka fyri at menna og bøta um karmarnar hjá hesi vinnu. Nýggja vinnugreinafelagið fekk heitið,“ Bryggja og brenna”, og í nevndina fyri felagið komu: Atli Mikkelsen (Okkara), Óli Hansen (OY), Andras á Lofti (Galdr), Dánial Hoydal (Faer Isles Distillery) og Bárður G. Nielsen (Biskupskeldu). Tiltakslimur varð Bjarni Lamhauge (Faer Isles Distillery). Eftir stovnandi aðalfundin skipaði nevndin seg við Dániali Hoydal sum formanni. Karsten Hansen (Føroya Bjór) varð valdur sum grannskoðari. Nevndin í nýstovnaða vinnugreinafelagnum, Bryggja & Brenna, Frá vinstu: Andras á Lofti, Bjarni Lamhauge, Dánial Hoydal, Bárður G. Nielsen, Atli Mikkelsen og Óli Hansen Sambært viðtøkunum er endamál felagsins at vera vinnugreinafelag fyri tær fyritøkur, ið bryggja og/ella framleiða øl, vín og spiritus í Føroyum ella hava vinnu í hesum sambandi. Felagið skal m. a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera offisiellur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 Sofus Debes Johannesen fekk ársins herðaklapp í Sunda kommunu Tað fekk hann fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym. Hetta varð avdúkað til setanina av Mentanardøgunum, ið var í Skúlanum við Streymin hósdagin Johanna Vang, systir Sofus, tók ímóti heiðrinum frá trivnaðarnevndini, tí at hann var burturstaddur (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Hóskvøldið vóru Mentanardagar 2021 í Sunda kommunu settir. Umframt røður og sangir varð avdúkað, hvør hevði fingið ársins herðaklapp í kommununi fyri 2021. Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini, og valið fall á Sofus Debes Johannesen frá Gjógv. Grundgevingin fyri at geva honum heiðurin ljóðaði soleiðis:-Ársins herðaklapp 2021 fær Sofus Debes Johannesen, fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym. Sofus Debes Johannesen t. v (Savnsmynd) Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar brúnna yvir Streymin og gjónna við Gjógv. Sofus var burturstaddur á degnum, so systir hansara, Johanna Vang, møtti í hansara stað og tók ímóti heiðrinum. Trivnaðarnevndin valdi eisini at heiðra bókini "Tey búsettust á Oyrarbakka", sum Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen góvu út fyrr í ár, skrivar sunda. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Gera seg til reiðar til sáttmálasamráðingar SkrivaÐ: Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru so smátt byrjaðar. Mánadagin var innleiðandi fundur millum samráðingarpartarnar og ætlanir eru lagdar fyri samráðingarfundirnar komandi vikurnar. Partarnir hava avtalað fyrsta fundin at verða 22. september, og tá verða sáttmálakrøvini handaði pørtunum. -Hesaferð samráðast vit við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tá arbeiðsgevarin hevur gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar. Sum altíð fara vit til samráðingar við vón um gott og munadygt samstarv við sáttmálapartarnar, skrivar Starvsfelagið á heimasíðu síni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Hálvafjórðu ferð hjá læknanum í miðal Sandoyingar vitja læknan mest–suðringar minst, vísa hagtølini hjá Hagstovuni SkrivaÐ: Kommunulæknarnir í Føroyum fingu í fjør stívliga 185.000 vitjanir í læknaviðtaluhølum sínum. Tað er ein vøkstur á 11 prosent í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan. Av hesum vóru umleið 25.000 avgreiddar gjøgnum telefon orsakað av covid-19 smittuvanda. Um 4.000 ella tvey prosent av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands. Hagstovan skrivar, at í miðal vitjaðu vit kommunulækna hálva fjórðuferð um árið. Fólk yvir 70 ár vitja læknan mest, roknað eftir fólkatalinum, konufólk eru oftari til lækna enn menn. Fólk í Sandoyarøkinum vóru mest hjá lækna (6,0 pr. íbúgva)–suðringar minst (2,9 viðtalur pr. íbúgva). Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er ikki roknað við í yvirlitinum. Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 95 prosent, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Norðoyggjar og Suðuroy seg burturúr við 99 prosent av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t. d. Suðurstreym, har umleið 8 prosent var uttan fyri dagtíð. Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 24.000 fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56 prosent av viðtalunum við konufólk og 44 prosent við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk. Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2020 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,6 til 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við 5,5 til 6,6 viðtalum pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Fleiri og fleiri børn innløgd við RS-virus Kann hava samband við at samfelagið hevur lagið meira uppaftur (Savnsmynd) SkrivaÐ: Sverri Egholm Gigni boðar frá, at eingin mammubólkur eigur at vera fyribils. Seinastu vikurnar hevur barnadeildin á Landssjúkrahúsinum havt fleiri og fleiri børn innløgd við RS-virusi, sigur Elmar Ósá, yvirlækni, við útvarpið. Tað er óvanligt at børn vera innløgd við RS-virusi hesa árstíðina, tí vanliga er tað um veturin. -Vit vita ikki hvussu nógv er í umferð, men vit síggja eina týðiliga hækking av RS-virus. Og tá vit vita, at tað serliga eru tey, sum eru yngri enn tríggjar mánaðar, sum blíva serliga sjúk, so halda vit at tað er best at bíða við mammubólkunum, sigu Elmar Ósá, yvirlækni á barnadeildini. Fá børn hava í koronutíðini verið innløgd við smittandi sjúkum. Tað, at fleiri verða innløgd nú, kann hava samband við, at samfelagið er latið meira upp aftur, sigur Elmar Ósá við Kringvarpið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Óvanlig sjón á Havnini Tað er langt í millum ferðamannaskipini fyri tíðina. Fríggjamorgunin kom eitt 104 metrar langt ferðamannaskip á Havnina (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Síðani korona byrjaði at herja kring heimin hava fá ferðamannaskip verið at sæð á føroysku firðunum og við bryggju í Føroyum. Fríggjamorgunin kom 104 metrar langa ferðamannaskipið Ocean Explorer á Havnina, og legði at við Vónina á Vestaru bryggju. 109 ferðafólk eru við nýggja stásiliga skipinum, sum hevur heldur øðrvísi skap enn vit kenna frá øðrum ferðamannaskipum. Ocean Explorer fór víðari til Reykjavíkar um kvøldið. Sunnudagin kemur aftur eitt ferðamannaskip á Havnina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Hanus Hansen eigur nú í Arctic Viking Hevur keypt ein part av felagnum Pf. Líðin (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Hanus Hansen, stórreiðari við felagnum JFK í Klaksvík, er nú eisini eigari og nevndarlimur í Pf. Líðini í Kollafirði, sum eigur trolaran Arctic Viking. Alment er ikki komið fram, hvussu stóran part av felagnum Hanus Hansen hevur keypt. -Vit ynskja ikki at upplýsa um slíkt, sigur Jóhan Joensen, stjóri í felagnum. Áðrenn Hanus Hansen kom upp í felagið, vóru teir sjey eigarar í felagnum. Hanus Hansen er nú komin upp í nevndina í partafelagnum sum áttandi maður. Jóhan Joensen sigur við portal. fo, at nýggju eigaraviðurskiftini ikki fara at fáa nakra ávirkan á raksturin av Arctic Viking. -Vit síggja tað meira sum ein møguleiki fyri samstarvi, sigur hann. Arctic Viking er bygdur sum rækjutrolari í 1986, men var í 2019 umvældur fyri 30 milliónir krónur, tá skipið eitt nú fekk nýggjan høvuðsmotor umframt ymsar stórar dagføringar. Arktic Viking hevur rækjuloyvir í Eysturgrønlandi, russiskum sjógvi, við Svalbarð og í altjóða sjógvi. Í ár hevur skipið keypt rættindi til eisini at fiska kongafisk, svartkalva og annan fisk í altjóða Nafo-øki. (Savnsmynd Kiran Jóhannesarson) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Smiðjuøki skal brúkast til íbúðir Vestmanna kommuna lýsir nú øki við niðara veg til sølu (Mynd: Vestmanna kommuna) SkrivaÐ: Vestmanna kommuna hevur ynski um at fáa íbúðir á øki við Niðara Veg, sum higartil hevur hýst einum smiðjubygningi. Komman lýsir nú økið til sølu til tann keypara, sum hevur eitt gott hugskot til, hvussu íbúðir kunnu byggjast á økinum. Talan er um eitt grundøki á 855 fermetrar við einum eldri verkstaðsbygningi, klárur at ríva niður, á. Í lýsingini frá kommununi stendur, at tað“ er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Tá rætta loysnin er funnin, verður gjørdur keypssáttmáli um ognina.” Freistin at koma við boði er 22. september. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Sigfríður Venned bryggjað hjá Føroya Bjór í 35 ár Merkisdagur á Føroya Bjór í dag SkrivaÐ: Sverri Egholm Fríggjadagin var 35 ára starvsdagur hátíðarhildin á Føroya Bjór fyri Sigfríði Venned. Hann byrjaði á Føroya Bjór longu, tá ið hann var 21 ára gamal, og hevur starvast nógvu árini við at bryggja og brenna á Føroya Bjór og Einar’ s Distillery. Føroya Bjór varð stovnað í 1888 av íverksetaranum Símun í Vági. Ein støðug menning hevur verið á virkinum tey seinastu árini. Í dag teljast starvsfólkini heili 40 í tali kring landið. Traditión og íverksetan, saman við góðum og trúgvum starvsfólkum, hevur verið við til at menna fyritøkuna til tað, ið hon er í dag. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Orkis nýggjar eigarar Beinta Vilmundsdóttir og Fróði Poulsen hava keypt blómuhandilin Orkis Mildrið Eivindsóttir Ludvig, Turið Johannesen og Beinta Vilmundsdóttir SkrivaÐ: Sverri Egholm Blómuhandilin Orkis í Saltangará hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru Beinta Vilmundsdóttir og Fróði Poulsen, sum hava keypt handilin. Beinta Vilmundsdóttir hevur lært til blómubindara í Orkus við Turið Johannesen sum lærumeistara. Orkis heldur fram á sama hátt, tó so at Beinta nokk fer at seta sín dám á handilin, sigur blómuhandilin í fráboðan. -Vit ynskja Beintu og Fróða hjartaliga til lukku við handlinum við ynski um blíðan byr. Vit báðar takka av hjarta okkara mongu viðskiftafólkum, heilsølum, starvsfólki, hjálparfólki, ja øllum, fyri góða undirtøku, gott samstarv og góða hjálp hesi sjey árini, vit hava verið eigarar av Sp/f Orkis, og vit ynskja tykkum øllum alt tað besta, sigur tær. Blómuhandilin Orkis lat fyrstu ferð dyrnar upp tann 3. apríl 1983 á Heiðavegi í Runavík. Tað var Sámal Erik Djurhuus, sum lat handiln upp. Seinni kom makin, Annette Sonne, at arbeiða har saman við honum. Eftir nøkur ár í Runavík, flutti handilin inneftir til Glyvrar á Glyvraveg 17. Tann 1. oktobur í 2013 tóku Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir yvir Orkis. Eftir at hava støðst á Glyvravegi 17b í nógv ár, flutti Blómuhandilin Orkis 1. oktobur í 2019 í nýggj høli á Heiðavegi 49 í Saltangará. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Klaksvík: Nú eru inntøkurnar aftur í vøkstri Eftir eina heldur slaka byrjan fyrst í árinum, eru hjólini aftur byrjað at mæla, soleiðis at persónsskattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru komnar upp á saman støði sum í fjør. Tað er serliga vøksturin í august mánað, sum hevur ávirkað gongdina rætta vegin. SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fyrr í ár varð tosað um, at inntøkurnar í Klaksvíkar kommunu vóru nakað lægri enn mett. Tí er tað gleðiligt at gongdin er vend og pílarnir aftur peika rætta vegin. Nú fýra mánaðir eru eftir av árinum, kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar aftur eru í vøkstri, sigur Karl Johansen, borgarstjóri. -Hetta er sjálvsagt gleðiligt, og vit vóna eisini at góða gongdin heldur fram. Virksemið í kommununi er støðugt og vit rokna tí við, at metingarnar fyri 2021 koma at halda, tá ið árið er liðugt, sigur Karl Johansen. Skattainntøkan í august var 17,7 milliónir krónur, ið er 1,7 milliónir hægri enn í 2020. Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fyri 2021, verður roknað við árligari skattainntøku á umleið 305 milliónir krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Fyritøkur kunnu nú tryggja seg móti fráveru hjá starvsfólkum Við nýggju tryggingini hjá Trygd kunnu føroyskar fyritøkur fáa eitt mánaðarligt endurgjald, um starvsfólk gerast óarbeiðsfør í eitt longri tíðarskeið SkrivaÐ: Tíðindaskriv Við nýggju tryggingini hjá Trygd kunnu føroyskar fyritøkur fáa eitt mánaðarligt endurgjald, um starvsfólk gerast óarbeiðsfør í eitt longri tíðarskeið orsakað av sjúku ella skaða. Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann geva fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Tí hevur Trygd ment Fráverutrygd, sum er hin fyrsta tryggingin av sínum slagi í Føroyum. “ Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri smærri fyritøkur, um starvsfólk brádliga verða sjúk ella fáa skaða. Í summum førum kann virksemið steðga upp, um lyklastarvsfólk gerast óarbeiðsfør. Vit hava merkt ein eftirspurning frá okkara vinnukundum, ið vilja tryggja sær, at tað framvegis ber til at reka fyritøkuna, hóast starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið. Henda trupulleika vilja vit fegin vera við til at loysa, og tí eru vit farin undir at bjóða Fráverutrygd,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. Serliga viðkomandi fyri smærri fyritøkur Flestallar fyritøkur kunnu tekna Fráverutrygd. Í Trygd vænta tey tó, at tryggingin fer at vera serliga viðkomandi fyri einstaklingavirki og fyritøkur við fáum starvsfólkum-t. d. timburmenn, frisørar og ráðgevarafyritøkur-har longri frávera hjá starvsfólkunum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri virksemið. Fyritøkur velja tryggingarupphædd og starvsfólk Ein fyritøka kann velja at tryggja øll síni starvsfólk ella bert útvald lyklastarvsfólk. Tað er fyritøkan, ið rindar fyri tryggingina og fær endurgjaldið, um tryggjaðu starvsfólkini gerast óarbeiðsfør. Er eitt starvsfólk t. d. tryggjað fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldna hvønn mánað-í mesta lagi í 12 mánaðir-meðan starvsfólkið er burturstatt. Fyrimunur fyri dagliga raksturin og gjaldførið Fráverutrygd gevur fyritøkuni eitt mánaðarligt tryggingarendurgjald, sum kann bøta um gjaldførið og eitt nú brúkast til at seta annað starvsfólk í tíðaravmarkað starv, meðan tryggjaða starvsfólkið er óarbeiðsført. Fráverutrygd kann sostatt vera við til at tryggja, at dagliga virksemið og raksturin av fyritøkuni kunnu halda fram, hóast lyklastarvsfólk verða óarbeiðsfør í eitt tíðarskeið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Minesto og SEV endurnýggja avtalu um keyp av streymi Tvey-ára avtalan, sum partarnir skrivaðu undir í februar 2020, er nú long tvey ár SkrivaÐ: Tíðindaskriv Minesto og SEV skrivaðu í februar 2020 undir tvey-ára avtalu um keyp av streymi, sum Minesto framleiðir úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Henda avtala er nú longd tvey ár. Eisini benda kanningar á, at Vestmannasund kann bera framleiðslumátt upp til 4MW Royndarverkætlanin hjá Minesto við sjóvarfalsorku umfatar 200 kW orkuverk í Vestmannasundi. Nýggjastu kanningarnar hjá Minesto benda á, at økið kann bera, at framleiðslumátturin verður øktur upp í 4MW.–Vit fegnast um at hoyra um framstigini, sum gjørd eru í Vestmannasundi hetta seinasta árið, og síggja fram til framhaldandi samstarv við Minesto um at heysta forsøgnu orkuna úr sjóvarfallinum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Nóg mikið við 7.000 fetum um samdøgrið Nýggj gransking vísir, at gonga meira enn 7.000 fet ikki minkar um vandan fyri at doyggja tíðliga (Savnsmynd) SkrivaÐ: 10.000 fet hevur í longri tíð verið eitt heitt heilsumál í royndini at fáa nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum. Men nú vísir nýggj gransking, at 7.000 fet er nóg mikið. Tað skrivar blaðið videnskab. dk, sum vísir til grein í Science Alert. Í nýggju kanningini hava granskarar funnið fram til, at tey fólkinu, sum gingu 7.000 fet um dagin, í miðal vóru í 50-70 prosent lægri vanda fyri at doyggja tíðliga–sammett við tey, ið gingu minni enn 7.000 fet um dagin. Kanningin er gjørd yvir 13 ár í tíðarskeiðinum 2005 til 2018. Tilsamans 2.000 fólk vóru við í kanningini. Talan var um eitt bland av monnum og kvinnum úr USA, við einum miðalaldri á 45 ár. Øll høvdu eitt sokalla accelerometer uppi á sær, eins og tey, ið eru í snildfonum. Tá kanningin var liðug, vóru 72 av teimum 2.000 ikki longur á lívi. Men granskararnir kundu staðfesta, at vandin fyri at doyggja tíðliga gerst minni, tess fleiri fet luttakararnir gingu um dagin. Men bara til eitt vist. Tí fetini yvir tey 7.000 vístu seg ikki at hava nakra ávirkan. Tað vísa úrslitini eftir at granskararnir hava stillað og rættað tølini inn í mun til aldur, kyn, upphav, útbúgving, royking og alkoholnýtslu. Fleiri kanningar hava annars seinastu árini víst, at fleiri daglig fet minka um vandan fyri at doyggja tíðliga. Granskararnir leggja tó dent á, at 7.000 ikki er eitt endaligt tal, og at tað helst fer at vísa seg, at komandi granskingar í evninum fara at koma við nýggjum tølum, skrivar Ritzau. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Vælumtókta útbúgvingarstevnan verður í Norðurlandahúsinum–á skránni eru fyrilestrar, pallborðsorðaskifti og annað Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum (Savnsmynd) SkrivaÐ: 15. september verður vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum. Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti. Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum, skrivar Vegleiðarastovan, sum skipar fyri tiltakinum, í tíðindaskrivi. Útlendsku gestir luttaka talgilt. Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin, og klokkan 16 er opið fyri almenninginum. Tá eru karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin á skránni. Fyrilestrarhaldararnir vera Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum greiðir frá um karrieruskifti, Eiler Fagraklett, sum er fluttur til Grønlands at arbeiða og Maiken Skarðenni, sum greiðir frá um karrieru og karrieruskifti. “ Karriera” hevur ein breiðari týdning í sambandi við karrieruvegleiðing. Tað fevnir um lívið og lívsumstøður-um gongdina í lestrar- og arbeiðslívinum. “ Karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti. Til síðst verður eitt pallborðsorðaskifti, har spurt verður:“ Kann mann velja røttu útbúgvingina? Eitt orðaskifti um føroyska arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Til at skifta orð um spurningin vera Marita Rasmussen, umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri ALS og Tór Marni Weihe, umboðandi MFS. Vitjandi fáa høvi at heilsa upp á tey, ið hava bás á Markleysari Útbúgving. Vegleiðingarstovan er væl umboðað sum fyriskipari av tiltakinum, og møguligt verður at fáa avtalu í lag við vegleiðarar um vegleiðing. Eisini eru fleiri føroyskir og útlendskir útbúgvingarstovnar við, ið kunnu greiða frá um júst teirra útbúgvingarleið. Tilmelding til Markleysa Útbúgving er á nlh. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 Mintust Fischer Heinesen á 120 ára degnum Síðsta fríggjadag var móttøka á Sjónámi í Klaksvík í sambandi við, at Fischer Heinesen, ið tók stig til at stovna sjómansskúlan, hevði fylt 120 ár–eisini var málningur av Fischer hjá Livar Nysted avdúkaður (Mynd: Klaksvíkar kommuna) SkrivaÐ: Á samkomu í Sjónám fríggjadain 3. september varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at Fischer Heinesen hevði verið 120 ár. Fischer tók stig til at stovna sjónamsskúlan í Klaksvík í 1947, og var hann stjóri har fram til 1975. Eisini var hann havnafúti í eitt drúgvt skeið. Sjónám hevði heitt á Livar Nysted um at mála ein málning, sum býráðið í Klaksvík hevur latið til høvið–um og av Fischer. Serstaka listaverkið avdúkaði Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini. Jóhanna lýsti Fischer sum ein hóvligan merkismann, ið eisini hevði slóðað fyri. Seinni greiddi Livar Nysted frá tilgongdini við málninginum, har hann hevði flættað partar av lívinum hjá Fischer inn í myndina. Sluppin, sum hann fór við á fyrsta sinni í 1917, Margretha, ið skotin varð niður á Bankanum av týskarum. Síðani læknastríðið, Sjómansskúlin og arbeiðið sum havnafúti. Sjálvandi við høvuðspersónurin í miðjuni. Væl funnið uppá og sera hegnisliga samansett, so málningurin ikki virkar uppátikin ella sum” tivoli”–tvørtur í móti ein beinrakin lýsing, har høvuðsmyndevnið, Fischer, kemur væl fram og stendur væl í málninginum, skrivar Klaksvíkar kommuna. Abbasonurin, Fischer Johannesen, greiddi frá um abban, sum var ættaður úr Gerðum. Hann fór sum ungur at læra til snikkara í Havn, men var ikki leingi har. Hann valdi at fara aftur til Klaksvíkar og síðani til skips, men tað gekk ikki væl. Sum greitt frá, varð skipið, hann fór við, skotið niður á Bankanum og róðu teir langa teinin inn á Sørvág, har Fischer slapp at sova í seinastu songini, hann hevði gjørt á síni” snikkaraleið”. Í 1921 fór hann til Danmarkar á sjómansskúla og tók” politeknisk”, verkfrøði, fyri at kunnu undirvísa á sjómansskúla í Danmark, har hann var ymsa staðir–eisini sum stjóri. Fischer kom heimaftur í 1947 og stovnaði saman við øðrum Klaksvíkar Sjómansskúla. Har vóru tvey hold í kjallaranum hjá Fisher–fyrrapart skiparar, og seinnapart telegrafistar. So dagurin var langur, frá tíðliga á morgni og onkuntíð heilt fram til kl. 22 á kvøldi. Tó um miðdagin og nakað fram fór Fischer á havnarskrivstovuna, har hann greiddi tað, hann har skuldi, og so aftur at undirvísa. Tá ið hann fór frá, helt hann fram at undirvísa í sjómansfakum ymsar aðrar staðir, og eisini umvegis brævskúla. Nógvir av hansara gomlu næmingum vóru til løtuna í gjár, og høvdu nógv gott at bera Fischer, skrivar Klaksvíkar kommuna. Ein av næmingunum, Hans Højgaard úr Fuglafirði, greiddi frá afturvið einum kaffimunni, at Fischer av ringum royndum dámdi einki serligt” myndugleikarnar í Havn”. Hans gekk uppá skúla 1964/65. Tá hevði Fischer fingið boð úr Havn um, at skúlin skuldi leggjast niður. Sjálvandi hevði Fischer mutað í móti, men fekk hann at vita, at um miðaltalið hjá næmingunum ikki lá omanfyri eitt vist (sett nakað høgt), so varð skúlin avtikin. Hetta hevði Fischer latið næmingarnar vitað og eggjaði teimum at leggja sær alt væl í geyma, teir lærdu. Eisini fingu teir gamlar próvroyndir sum uppgávur at kalla hvørja viku. Úrslitið varð, at Sjómansskúlin í Klaksvík var munin framman fyri teir í Havn, og so varð ikki snakkað meir um niðurlegging av skúlanum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 Nýggjur heimildarfilmur um Koks Verður frumsýndur á altjóða filmsfestivali í San Sebastian í næstum SkrivaÐ:“ Michelin Stars II–Nordic by Nature” er heiti á einum dokumentarfilmi um matstovuna Koks, sum verður frumframsýndur á altjóða filmfestivalinum í norðurspanska býnum San Sebastian 22. september. Upptøkurnar til filmin eru farnar fram yvir 18 koronuraktar mánaðir, har filmsliðið fylgdi kokkinum Poul Andrias Ziska og hansara arbeiði í Koks. Danski filmsleikstjórin Rasmus Dinesen hevur gjørt filmin saman við framleiðarunum Kristian Brask Thomsen og Jesper Jarl Becker. Filmsliðið hevur fylgt kokkinum og hansara veitarum so hyggjarin eisini sær hvaðani maturin kemur. Myndir eru bæði í ræning til bjarga og úr bláa dýpinum eftir jákupsskel, iguker og hummara. Poul Andrias Ziska Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Jóhannudagur í dag Familjutiltak verður á keiøkinum í Vági, tá sluppin Johanna TG 326 er karmur um ein maritiman dag SkrivaÐ: Í dag verður familjutiltak á keiøkinum í Vági, tá 137 ára gamla sluppin Johanna TG 326 er karmur um ein maritiman dag. Á skránni er ymiskt, sum kann knýtast at havinum. Byrjað verður klokkan 11, tá áhugafelagið Sjódypp bjóðar øllum, bæði royndum og óroyndum, at royna havsvimjing uttan fyri pirin í Vági. Klokkan 12.30 verða gomlu Grindabátarnir flotaðir, og frá klokkan 14 verða fleiri tiltøk á keiøkinum, har Johanna TG 326 og M/S Thorshavn hava opið skip. Eisini kemur Brimil til Johannudagin og hevur Brimil opið skip frá klokkan 14 til 17. Eisini verður Actionboat á fjørðinum við ymiskum undirhaldi, og somuleiðis er møguligt at leiga kajakkir frá Suðuroyar Kajakk. Á keiini verður eisini hoppiborg og kør við livandi djórum. Klokkan 14.30 verður togtogan yvir um Smyrlakeiina og djúphavnina, har taparin endar í bátahylinum. Eisini verður skattajakt til børn. Klokkan 16 verður stórt vatnkríggj á fjørðinum og við keiina. Í vatnkrígginum luttekur Brimil, Sløkkiliðið í Vági, Johanna TG 326 og almenningurin. Í sambandi við vatnkríggið verður heitt á øll, sum eiga bátar, um at koma á fjørðin og luttaka í krígnum. Og er tað onkur, sum hevur pláss í bátinum, so er bara at bjóða fólki á keiøkinum við. Heitt verður á øll um at taka vatnpistólar við, og um ynski er at sleppa í bátar, so er bjargingarvestur krav. Klokkan 17 tendrar Johanna TG 326 grillina í tjaldinum á keiøkinum, har høvið verður at keypa vælsmakkandi Johannubúffarnar. Tá kvøldið nærkast verður felagssangur í tjaldinum klokkan 19, og klokkan 22 verður bryggjudansur við Hans Jacob Hjelm í tjaldinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Nýggj Strála til Strendur Kappróðrarfelagið Strálan vísir fram nýggja 6-mannafarið í dag SkrivaÐ: Í dag verður ein stórur dagur hjá Ungmannafelagnum Stráluni á Strondum. Hendan dagin kemur nýggi kappóðrarbáturin, sum felagið hevur ognað sær. Tað er John Høgnesen úr Norðragøtu, sum hevur bygt felagnum nýtt 6 mannafar. Søguliga sæð er hetta sermerkt, tí abbi fyrrnevnda John, Engelbreth Hansen, var maðurin, sum í 1991 bygdi ta fyrstu Stráluna, sum hevur vunnið fleiri FM-heitir fyri felagið, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu. Í sambandi við at nýggja Strálan kemur til bygdina, ynskir felagið at vísa bátin fram við neystið leygardagin kl. 17. Vitjandi fáa okkurt leskandi og søtt til góman. Til hátíðardagin selur Strálan eisini venjingarútgerð, sum hevur staðið í fyrrverandi venjingarhølinum í bygdahúsinum. Av hesum kann t. d. nevnast tvær rógvimaskinur, súkkla, crosstrainer, steppari, ryggbonkur. Vegna plásstrot í venjingarhølinum í neystinum fer henda útgerð fyri hægsta boð. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Deiggj spælir Uriah Heep í kvøld Deiggj er partur av Rokki í Vestmanna í kvøld. Har fara rokkararnir úr Suðuroynni á pall við sínum Uriah Heep showi, ið hevur fylt hallir og spælistøð kring Føroyar seinastu nógvu árini SkrivaÐ: Tíðindaskriv Deiggj kom úr bollanum í 1981. Hetta merkir at Deiggj fyllir 40 ár í ár. Hetta bleiv hátíðarhildið á útseldari konsert í Salt seinasta leygarkvøld. Men nú sleppa vit norðanfjørðs eisini at hátíðarhalda bólkin. Sum navnið Deiggj sipar til, so er talan um eina samanvevjing av fleiri tónleikabólkum, eitt nú Den Med Tyren, Cross Town Traffic, Ignition og Thunderbirds av Tvøroyri. Deiggj hevði í áttati- og nítiárunum rættiliga stóra útskifting í bólkinum, men um aldarskiftið gjørdist manningin føst, og í dag talan um ein vælsmurdan og samanspældan rokkbólk, ið osar av spæligleði. Teirra Easy Living tiltøk við Uriah Heep tónleiki eru vorðin legendarisk, og klassisku løgini hjá Uriah Heep liggja so væl til bólkin, at teir í fleiri førum hava verið á palli við John Lawton, fyrrverandi sangara í Uriah Heep, og hava eisini spælt til Uriah Heep stevnur kring Evropa. Tað er ein heilt serlig gleði at bjóða Deiggj vælkomnum á Rokk í Vestmanna, og at bjóða áhoyrarunum eina ferð inn í sangskattin hjá Uriah Heep. Umframt Deiggj, bjóðar Rokkur í Vestmanna, føroysku bólkarnar Hamradun, MC-Hár og Brim, og íslendsku Pink Floyd tulkararnar Dúndurfréttir. Rokkur í Vestmanna er kanska størsta rokktiltak á árinum, og verður leygarkvøldið 11. september á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni í Vestmanna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 30 ára føðingardagsveitsla í Vestmanna Í ár eru 30 ár síðan MC-Hár varð stovnaður, og verður tað hátíðarhildið í sambandi við Rokkur í Vestmanna, sum er partur av Vestmannadøgunum hesa vikuna SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroysku rapp rokk pionerarnir MC-Hár hava seinastu árini livað eina stilla tilveru, men kunnu í ár hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag og tað verður gjørt í Vestmanna. Stovnaðir í djúpu kreppuni í 1991 var bólkurin partur av ljóðmyndini til nítiárini í Føroyum. Fløgan'Framvegis uttan vit', gav korrektheitini ein frammaná, og ung í øllum aldrum tóku løg sum'Jomfrú rapp','Tú ert deyðir'og'Andaliga samveru'til sín. Á Prix Føroyum 99 var MC-Hár farligi avbjóðarin, ið blandaði seg við favorittarnir og vann seg upp á eitt triðja pláss. Hetta gjørdist lopfjølin til tær stóru konsertirnar í høllum kring Føroyar, og sum høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini og á fyrsta G! Festivalinum, umframt luttøku á Spot Festivalinum í Århus. Seinastu 15-20 árini hevur bólkurin verið virkin árliga ella hálvárliga, og hevur m. a. spælt á fleiri ólavsøkukonsertum enn nakar annar bólkur, á Summarfestivalinum, í Loppen á Christiania og á flestu føroysku pallum. Tað eru tó heili 26 ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Vestmanna á Rock í Føroyum konsert. Tí hevur tað ein nærum siðsøguligan dám, at bólkurin eisini verður við, nú Rokkur í Vestmanna, kanska størsta rokktiltak á árinum, verður á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni. Rokkur í Vestmanna er partur av Vestmannadøgunum, ið hava verið alla hesa vikuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Rokkur úr Vestmanna Rokkur í Vestmanna byrjar við einum lokalum braki, tá Brim fer á pall við góðum og vælsvingandi rokkløgum í kvøld SkrivaÐ: Tíðindaskriv Rokkur í Vestmanna byrjar við einum lokalum braki, tá Brim fer á pall við góðum og vælsvingandi rokkløgum. Bólkurin varð stovnađur í Vestmanna í 2001 og hevur tí, eins og tveir aðrir av bólkunum hetta kvøldið, MC-Hár og Deiggj, rundan føðingadag í ár. Við 20 árum á baki er hetta ein royndur bólkur, ið hevur spælt til dans og tiltøk um alt landið, og ger tað enn. Teir, ið mann bólkin, eru kendir harrar úr tónleikalívinum í Vestmanna. Lesnaður og útbúgvingar uttanlands hava gjørt sítt til, at Brim hevur havt skiftandi manningar hesi 20 árini. Einans Vagnur Streymoy og Dávur Magnussen eru enn við av teimum, ið byrjaðu bólkin. Tó kann nevnast, at Jónsvein á Rógvu bleiv partur av bólkinum trý ár eftir stovnanina. Vagn Streymoy og Jónsvein á Rógvu kenna vit úr 90 ara rokk/grunge bólkunum Razamanaz og Mind Field, sum báðir luttóku á Prix Føroyum síðst í 90 unum. Dávur Magnussen spældi við tungmálmsbólkinum Silent Eyes, sum luttók á Prix Føroyum í 1999. Jóan Pauli Magnussen var ungi bassúrmælingurin, sum fyrstu ferð trein á pallin við Brim í 2009. Fyrr í ár vaks Brim úr 4 limum til 5 limir. Nýggjur maður er gittarsnidlingurin Sergio Martínez Muñoz, sum fyri tveimum árum síðani flutti til Vestmanna úr Cancún, Meksiko, har hann í eini 20 ár livdi sum tónleikari. Brim fer á pallin leygardagin 11. september við nýggjari spæliskrá, har The Beatles, Rolling Stones, Status Quo, Bonney M og The Monkeys verða skift út við Queen, Twisted Sister, Guns n'Roses, AC/DC, KISS og Ozzy Osbourne. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 James Blunt á Hálsi verður 18. september Nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina, har Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll, og Kári Annand Berg fara at spæla SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í fjør vóru fyriskipararnir noyddir at útseta konsertina við James Blunt orsakað av koronu, men nú kemur heimsstjørnan endiliga. Enski hitt-sangarin, James Blunt, kemur saman við sínum dugnaliga tónleikabólki at framføra eina av sínum Once Upon a Mind Tour-konsertum fyri føroyingum. Hann man vera millum størstu einstaku tónleikanøvnini, vit hava sæð í Føroyum. Hansara lætti popp/rokk tónleikur hevur hugtikið heimsborgarar í 15 ár, og eisini í Føroyum hava hansara løg verið nógv spæld í lurtunum. James Blunt staðfesti sítt navn á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams. Útgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini“ You’ re Beautiful” og“ Good Bye My Lover”, sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00’ unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company. Síðani Bed of Bedlams hevur James Blunt givið út eina røð av útgávum, og eisini hevur hann samstarvað við aðrar tónleikarar. Í 2017 hittaði hann saman við Robin Schulz við lagnum“ OK”, og í 2018 framleiddi hann saman við Lost Frequencies lagið“ Melody”, sum kleiv upp á tónatindarnar kring allan heim. James Blunt hevur vunnið hópin av viðurkenningum og tilnevningum. Hetta verður ein minnisríkt kvøld, tí nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina. Øll James Blunt atgongumerki eru eisini galdandi til dansin og 90 ara kvøldið eftir konsertina. Til dansin spæla Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll og Kári Annand Berg. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Herborg, Evi og Rakul á minikonsertferð Í døgunum 17.–25. september verða fimm konsertir við Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen SkrivaÐ: Komandi tíðina fara Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen á eina minikonsertferð í Føroyum. Herborg og Evi hava áður sungið saman til einstøk tiltøk, og eru rættiliga samdar um, hvat fyri tónleikur liggur teimum á hjarta. Evi vitjar í Føroyum í nakrar vikur í september, so tær báðar hildu, at tað var eitt upplagt høvi, at syngja eitt sindur saman. Tær báðar fara at syngja egin løg og kend coverløg-ein góður blandingur av country og folktónleiki. Rakul spælir guitar og syngur kór. Konsertferðin byrjar í dag á Café Karinsa í Hvalba. Tá verða tvær konsertir klokkan 16 og 20. 17. september klokkan 21 verður stovukonsert hjá Herborg í Dalalíð í Havn, 24. september klokkan 21 verður konsert á Bryggjuni í Vestmanna, og konsertferðin endar á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík 25. september klokkan 20. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Lena Anderssen á konsertferð í Danmark Hetta er fyrstu ferð, at hon fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðan mars 2020–konsertir vera í Odense, Aalborg og Keypmannahavn SkrivaÐ: Tíðindaskriv Odense, Aalborg og Keypmannahavn. Hesir vera býirnir, ið føroyska songkvinnan Lena Anderssen vitjar, nú hon á fyrsta sinni aftur fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðani mars 2020. Í gjárkvøldið trinu Lena og hennara bólkur á pall á spælistaðnum Dexter í Odense. Hóskvøldið 16. september verður konsert í Huset í Aalborg og leygarkvøldið 18. september vitjar Lena so í Keypmannahavn, har framført verður í Kulturium Teater í Ishøj. Við sær hevur Lena tónleikararnar Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur, umframt Alexander Gaard Joensen, ið stendur fyri ljóðinum. Seinasta árið eru trý nýggj løg av komandi útgávuni State of the Land útgivin. Umframt heitislagið, so eru sangirnir "Aimee" og "The Airport" eisini útgivin, og hava tey verið at hoyra bæði í Føroyum og uttanlands, eitt nú á P4 í Danmark og BBC í Bretlandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Stongja Køkubúðbrekkuna í tvær vikur Eitt av mest nýttu vegastrekkjum í miðbýnum í Havn verður stongt fyri allari ferðslu leygardagin og í tvær vikur fram. Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í eina tíð hevur bara borið til at koyra oman í býin umvegis Køkubúðbrekkuna, men leygardagin verður stongt fyri allari ferðslu undantikið bussleiðini. Av tí at talan er um arbeiði við stórum bilum og maskinum og um spreingiarbeiði, er tað bara Bussleiðin og arbeiðsakfør hjá Andriasi Berg, sum hava loyvi at koyra í brekkuni í J. Paturssonar gøtu í tíðarskeiðnum, sigur kommunan. Brekkan verður fyrst og fremst stongd av trygdarávum, men eisini fyri at fáa arbeiðið munandi skjótari liðugt. Parkerinsøkið í brekkuni er eisini stongt alt tíðarskeiðið. Talan er eitt av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum í Havn, og kommunan heitir á borgarar um at vísa atlit, og vera í góðari tíð tá aðrar farleiðir verða nýttar. -Fyri at ferðslan á hesum alternativu leiðunum heldur ikki gerst alt ov tøtt í roktíðini, er tað gott, um tað til dømis ber til at møta einar 15 minuttir fyrr ella 15 minuttir seinni til arbeiðis, sigur Tórshavnar kommuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Nýggj upprunaføroysk bók um føroyska rossið Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum, og hevur verið her í meira enn túsund ár, men mundi doyð út SkrivaÐ: Tíðindaskriv Aftan á áheitanir og ynski frá bæði ungum og eldri kemur endiliga ein bók, sum snýr seg um føroyska rossið. Beinta Johannesen hevur skrivað hesa vøkru og kunnandi bók, og Cécile Zahorka hevur myndprýtt við fotomyndum. Bókin er innbundin, 66 síður, og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Slagið er bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 DansiEksperimentið: Ein savnandi dansiverkætlan Almennar dansiframførslur verða í Løkshøll komandi vikuskiftið SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hvørt ár savnast áleið 60 ungdómar í eina viku við tí endamálið at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk. Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum. Í ár ber eitt nú til at síggja dansibrot í dansistílunum hiphop, modernað, popping,‘ heels’ og eksperimenterandi dansi, eisini í samspæli við livandi tónleiki. DansiEksperimentið er ein verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, og í ár vera almennu framførslurnar vikuskiftið 18. og 19. september í Løkshøll í Runavík. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 43 Landa í Íslandi við sløktum ljósmotori Fyrsta landstreymsanlegg til uppsjóvarskip tikið í brúk í Neskaupstaði SkrivaÐ: Í Íslandi er nú møguleiki hjá uppsjóvarskipum at landa fongin uttan at hava ljósmotorarnar í gongd. Í Norðurfjarðarhöfn hava tey fingið landstreymsanlegg, og seinasta hóskvøld var skipið Vilhelm Þorsteinsson tað fyrsta, sum knýtti seg í landstreymin, tá landað varð til Síldarvinnsluna. -Hetta er eitt stórt fet framá fyri umhvørvið og okkum vitandi er hetta fyrstu ferð, at eitt fiskifar hevur fingið landstreym við so stórum mátti, skrivaði Sildarvinnslan á heimasíðu síni. Verksmiðjan hevur í longri tíð, heilt síðan 2013, arbeitt við at fáa hesa skipan, og tey nýggjastu skipini í flotanum, Vilhelm Þorsteinsson og Börkur eru eisini útgjørd at fáa orkuna úr landi. Arbeitt verður eisini við at seta hesa skipan í skipið Beiti. Harvið fór øll landingin, bæði køling og pumping og annars øll streymnýtslan umborð, fram við grønari orku úr landi. Roknað verður við, at 300.000 litrar av olju kunnu sparast árliga, tá øll skip, ið landa í Neskaupstaði, fáa streymin úr landi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Heimsins størsta verksmiðja til at goyma CO2 av bakkastokki í Íslandi Ein fyritøka í Sweits hevur saman við íslendingum bygt heimsins størstu verksmiðju, ið kann fanga og goyma CO2 í íslendsku undirgrundini. SkrivaÐ: Henda einastandandi verksmiðjan kann taka 4.000 tons av CO2 út úr luftini um árið og goyma tað í undirgrundini, har tað verður til grót, skrivar tíðindastovan Reuter. Framleiðslan byrjaði mikudagin og hevur longu fingið nógva umrøðu kring allan heimin, har royndir verða gjørdar at finna tøkniligar loysnir, har til ber at fanga og goyma CO2. Talan er um sveisisku fyritøkuna Climeworks AG, sum í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Carbfix hevur lagt seg eftir at granska í at fanga og taka CO2 úr luftini og pumpa tað niður í undirgrundina. Tey 4.000 tonsini svara til árliga útlátið frá 790 akførum. Árliga CO2 útlátið í heiminum í fjør var, sambært IEA, (International Energy Agency) 31,5 milliardir tons. Serfrøðingar siga, at hetta slagið av tøkni er av alstórum týdningi fyri at minka um upphitingina av klótuni. Verksmiðjan í Íslandi hevur fingið heitið“ The Orca plant”, vísandi til íslendska orðið fyri orku. Verksmiðjan fevnir um átta stórar konteynarar av sama slag, sum verða brúktir í flutningi millum lond. Har eru so filtur og útgerð til at taka CO2 úr luftini. Hetta verður so blandað við vatni og pumpað niður í undirgrundina, har tað spakuliga verður til grót. Verksmiðjan verður rikin við varandi orku, sum stavar frá eini geotermiskari orkuverksmiðju í grannalagnum. At fanga CO2 beinleiðis úr luftini er framvegis ein sera torfør og kostnaðarmikil tøknilig uppgáva, men mennararnir vóna at kunna lækka prísirnar. Í løtuni eru 15 verksmiðjur kring heimin, sum savna meira enn 9.000 tons av CO2 um árið sigur IEA. Amerikanska oljufelagið Occidental arbeiðir í løtuni við eini risastórari verkætlan at fanga og goyma CO2, har ein millión tons av CO2 skulu takast úr luftini nærhendis teirra oljuøkjum í Texas. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 Greenpeace í rættin fyri at forða fyri troling Slepti stórar klettar á einum varðveitingarverdum sjóøki SkrivaÐ: Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er stevndur fyri rættin í Bretlandi, tí felagsskapurin fyrr í ár dumpaði stórar klettar í eitt øki í Ermasundi fyri at forða fyri, at troling fer fram í økinum. Tað er sjóvinnuumsitingin hjá bretsku stjórnini, MMO, sum hevur meldað Greenpeace UK og tess stjóra, John Sauven. Klettarnir vórðu í februar sleptir í einum øki út fyri Brighton, ið verður mett at vera eitt serstakt øki, og er tí lýst sum Marine Protected Area, MPA. Fyrsti rættarfundur í málinum var í farnu viku í rættinum í Newcastle. Sauven og Greenpeace UK nokta seg sek í ákærunum. Sauven er í vanda fyri at vera dømdur upp í tvey ára fongsul fyri sín leiklut í málinum. Greenpeace verjir seg við, at tey beinanvegin boðaðu myndugleikunum frá knattstøðunum, har klettarnir vórðu sleptir. Skipaferðslan varð tí beinanvegin ávarað gjøgnum radio. Tey vísa eisini á, at talan var um klettar úr granitt, sum er natúrliga grótslagið í økinum. Klettarnir liggja eisini á einum so stórum dýpi, at teir onga ávirkan hava á havbotn og umhvørvið. Men hóast hesar undanførslur, so er tað framvegis ólógligt at gera slík inntriv heldur enn at fylgja demokratisku spælireglunum, og tí var tað ólóligt, sum miljøfelagsskapurin gjørdi, verður víst á. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Mærsk-stjóri: Fegnast um at føroyingar manna teirra skip Nú ferð er við at koma aftur á virksemið letur Mærsk aftur dyrnar upp fyri m. a. føroyingum Magnus Rasmussen, nýklæktur landsstýrismaður við vinnumálum, tekur ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra, í Tinganesi og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr (Mynd Jan Müller) SkrivaÐ: Fyrst fór oljuprísurin í botn. Síðani kom korona og steðgaði nærum øllum virksemi hjá eitt nú reiðaríum innan olju- og gassvinnuna. Eitt teirra, Mærsk Supply Survice, sum í mong ártíggju hevur verið eitt gott og trygt arbeiðspláss hjá føroyskum sjómonnum, taldist millum harðast raktu donsku arbeiðsplássini, og hetta komu eisini føroyskir sjómenn at merkja. Fleiri teirra, sum høvdu tænt hjá hesum kenda og vælumtókta reiðaríinum, vórðu uppsagdir saman við mongum øðrum útlendskum starvsfeløgum. Frá at hava havt 2100 fólk í arbeiði minkaði talið niður í helvt. Nú oljuprísurin er komin aftur á beint og ringastu avleiðingarnar av korona hava lagt seg, merkist tað í veitaravinnuni. Eitt nú hjá Mærsk Supply Service, sum so spakuliga er farið at sóknast aftur eftir fólki at manna flotan, ið røkir uppgávur kring allan heim. Og nú føroyingar hava gott orð á sær, eru aftur boð eftir teimum at manna tey mongu skipini hjá Mærsk. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Magnus Rasmussen, vinnuráðharri taka ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr. (Mynd Jan Müller) Varisliga bjartskygdur um framtíð Nýggi stjórin hjá Mærsk Supply Service, Steen S. Karstensen, sum hevur fylgt gongdini hjá fyritøkuni í hesum broytingartíðum síðani 2016, er varisliga bjartskygdur um framtíðina. Hóast korona enn ikki hevur lagt seg heilt og vitandi, at oljuprísurin aftur kann falla, so er hann farin at trúgva uppá framtíðina aftur hjá hesi vinnuni. Og hann er sannførdur um, at eisini føroyingar kunnu vera við til at lyfta og fáa Mærskflotan aftur á beint–serstakliga tá man hevur teirra royndir og trúfesti í huga. Hann gjørdi tí nú um dagarnar av at fara á sína fyrstu vitjan nakrantíð til Føroya–fyrst og fremst við tí fyri eygað–at siga føroyskum sjómonnunum hjá Mærsk og teirra familjum tøkk fyri gott útint arbeiði og samstarv. Og í hesum sambandi gekk leiðin eisini út í Tinganesi, har hann somuleiðis takkaði løgmanni og vinnuráðharranum fyri góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og Føroyar í so mong ár. Eisini vissaði hann teir báðar oddamenninar um, at ein framgongd í virkseminum hjá fyritøkuni fer vónandi eisini at gagna føroyskum sjómonnum, sum fyritøkan hevur havt so góðar royndir av. Undir vitjanini í Føroyum nýtti Mærsk-stjórin høvi til at hitta teir føroysku sjómenninar, sum manna Mærsk skip og sum vóru heima um hetta mundið–saman við familjum–og bjóða teimum til ein betri bita í Kirkjubø. Hóast hetta er fyrstu ferð Steen vitjar Føroyar, so viðgongur hann, at hann hevur góð minni um Føroyar og greiðir frá, at hann hitti konu sína umborð á føroysku Norrønu í 1983, tá ferjan sigldi millum Korsør og Kiel. Grøna skiftið fyllur meira og meira Føroyingar hava seinastu øldina verið við til at manna mong av skipunum hjá Mærsk samtakinum. Mærsk Supply Service er so ein av fyritøkunum í samtakinum. Fyrr hevur fyritøkan burturav arbeitt innan olju- og gassvinnuni, men tíðir broytast, og í dag eru alsamt fleiri uppgávur innan grønu orkuvinnuna, eitt nú á vindorkuøkinum. Skip hjá Mærsk hava eisini átikið sær uppgávuna at taka upp plastburturkast í Kyrrahavninum, har eisini føroyskir skiparar hava staðið á brúnni. So fyritøkan roynir at vera virkin partur av bæði grøna orkuskiftinum og arbeiðinum annars at steðga umhvørvisdálkingini. Mærsk eigur í dag 43 skip, harav 11 bíða eftir uppgávum. Felagið hevur trý sløg av skipum: Í dag arbeiða 47 føroyingar hjá Mærsk Supply Service, av teimum 16 skiparar, 15 maskinstjórar og 8 yvirstýrimenn. Steen Karstensen vísir á, at ein út av fýra skiparum hjá teimum eru føroyingar. Ein orsøk til høga talið av føroyingum á brúnni og í maskinuni er tann, sigur Steen, at teir eru sera dugnaligir og royndir og hava lætt við at umstilla seg til øðrvísi avbjóðingar so sum korona, ið setir sera stór krøv til bæði medarbeiðarar og familjur teirra. Tað krevur fleksibilitet brádliga at kunna vera 5-6 mánaðir umborð uttan manningarsskifti. Og her hava føroyingar víst seg at vera ótrúliga loyalir og fleksiblir. -Hóast hetta hava mongu kreppurnar seinastu 7 árini verið við til, at vit hava verið noyddir til at siga farvæl til fleiri føroyingar eisini. Nú eru vit tó við at síggja eitt lítið ljós í endanum av tunlinum, leggur hann aftrat. Tey síggja, at íløgur koma aftur til hesa vinnuna, sum er farin at líkjast henni undan korona í 2020, sum gjørdi eitt øgiligt inntriv í virksemið uppá umleið ein triðing av forrætningini. Neyðugt var at leggja nógvar verkætlanir á hillina ella heilt at strika tær. Hóast Steen Karstensen stendur á odda fyri eini fyritøku, sum í mestan mun livir av at veita tænastur til olju- og gassvinnuna, so veit hann, at neyðugt er at vera partur av grøna skiftinum. -Øll í okkara vinnu hava fokus á grøna skiftið. Øll vita, at tað kemur og royna vit at brúka verandi kompetansur innan olju og gass í tí grøna skiftinum eisini. Og so sjálvandi eisini okkara maritimu kompetansur. Føroyingar, ið manna skip hjá Mærsk, her á vitjan í kirkjuni í Kirkjubø. Arbeiða á øllum heimsins høvum Danska stjórnin gjørdi herfyri av at steðga nýggjari oljuleiting. Av tí at Mærsk Supply Service fyri tað mesta arbeiðir kring allan heimin, í dag serstakliga í Vesturafrika, Angola, Nigeria, Australia, Brasilia, Meksikanska Flógvanum og í New Foundlandi og eisini í Bretlandi, so hevur arbeiðið í sambandi við leiting í Danmark, ikki so stóran týdning. Fyritøkan er tó virkin í framleiðsluni á danska landgrunninum, men seinastu fimm árini er arbeiðið har nógv minkað. Mærsk sær so eisini Norra sum ein framtíðar marknað hjá felagnum og hevur avgjørt at lata upp skrivstovu í Bergen. Hetta hendir um somu tíð, sum fleiri amerikanskar fyritøkur hava latið aftur. Fyritøkan hevur ikki verið so virkin har áður og halda tey, at tíðin er tann rætta til at menna virksemið har eisini. Fleiri av skipunum hjá reiðaríinum eru bygd í Norra og hóska væl til norska marknaðin. Mærsk byggir sítt virskemi á dugnaligar medarbeiðarar og oftani eisini nýggja tøkni, sum verður brúkt í sambandi við truplar uppgávur. Tey hava bygt upp eina kjarnukompetansu við at bjóða fram pakkaloysnir, ið bæði umfata FPSO framleiðsluskip umframt viðlíkahaldsuppgávur av ymsum slag. Eisini verður størri og størri orku brúkt til flótandi vindorkuverkætlanir. Olja og gass eru tó framvegis høvuðsuppgávan, men skipini verða nú eisini í støðugt størri mun brúkt í grøna orkuskiftinum eisini. Mærsk Supply Service leggur seg eisini eftir at menna sítt egna grøna skifti við eitt nú at minka um oljunýtsluna og útbúgva manningarnar til hetta umframt at leggja seg eftir at gera royndir við biofuel og hava teir m. a. bílagt ein battarípakka til ein av teirra ankerhandlarum. Stjórin viðgongur, at tað er ikki bara sum at siga tað at finna grønar loysnir til verandi skip, tað má tí vera til nýggju skipini teir fara at byggja. Hann viðgongur, at uppá longri sikt hvørvur olju- og gassvirksemið, men kortini fara tað at ganga nógv ártíggju, áðrenn farið verður heilt frá hesum orkukeldunum. Decommissioning partur av framtíðini Mærsk fyritøkur eru eisini farnar saman inn í nýggju decommissioning vinnuna, har gamlir oljupallar og útbúnaður verða flutt til lands og tikin sundur til endurnýtslu. Talan er um eitt joint venture millum Mærsk Supply Service og Mærsk Drilling. Felagið Mærsk Decommissioning hevur júst fingið eina stóra uppgávu í Mauretania. Undir vitjan síni í Føroyum legði Mærksstjórin eisini leiðina inn á gólvið hjá FOÍB, har hann varð kunnaður um føroyska veitingarvinnu og royndirnar hjá Føroyum at fara undir leiting eftir kolvetnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Sir Ian Wood telist millum fremstu vinnulívsmenn í Skotlandi nakrantíð. Hann heldur tað vera“ absolutely crazy” at steðga oljuútbyggingum SkrivaÐ: Um somu tíð sum bíðað verður eftir eini avgerð frá bretska oljumyndagleikanum OGA, Oil and Gas Authority, um loyvi til eina stóra olju- og gassútbygging eystan fyri Føroyar, nevnd Cambo, verður dúgliga kjakast í serstakliga skotsku miðlunum fyri og ímóti útbyggingini. Grundgevingarnar fyri at geva loyvi eru m. a., at Bretland fer at hava tørv á oljuni og gassinum til egna nýtslu í mong ár aftrat, og verður útbyggingin ikki framd, so verður neyðugt at innflyta olju úr londum, sum als ongar reguleringar hava í framleiðsluni. Eisini verður víst á avleiðingina, sum forðan av útbyggingini, fer at hava fyri tey 200.000 arbeiðsplássini í oljuvinnuni og fyri stóru skattainntøkurnar. Hinvegin vísa mótstøðufólkini á veðurlagsmálið og halda, at ein útbygging fer bara at dálka enn meira og als ikki liva upp til andan og endamálið við altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Glasgow í november. Málið hevur eisini fingið kendar politikarar at úttala seg, hóast avgerðin liggur hjá myndugleikunum. Fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, stjórnarflokkinum í Skotlandi, sum er undir trýsti frá teimum grønu, hevur heitt á Boris Johnson um at endurskoða loyvini, sum eru latin. Til tað sigur bretski forsætisráðharrin, at hann kann ikki fara inn og bróta gjørdar avtalur. Nú verður so bíðað eftir avgerðini hjá loyvismyndugleikanum OGA, sum tað ljóðar fer at geva grønt ljós til útbyggingina, um hon livir upp til allar treytirnar. Spurningurin er bara nær tann avgerðin verður tikin, undan ella eftir COP26 veðurlagsráðstevnuna. Absolutely crazy at steðga útbygging Nú eru so eisini kend vinnulívsfólk í Skotlandi farin út á“ barrikadurnar” til frama fyri útbyggingini. Ein tann kendasti og mest virdi vinnulívsmaðurin í Skotlandi og fyrrverandi stjóri í risastóru vinnulívsfyritøkuni Wood Group, Sir Ian Wood, letur nú hoyra frá sær í nógv umrødda Cambo-málinum, har umhvørvisfólk og politikarar í Skotlandi royna at steðga útbyggingini av stóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar. Hann sigur í eini viðmerking í BBC, at tað fer at vera“ absolutely crazy”, vitleyst og burturvið, um nýggj oljuleiting og nýggjar útbyggingar av oljufundum verða steðgaðar eitt nú vestan fyri Hetland. Eitt slíkt stig fer at vera eitt stórt afturstig, tí tað kann fáa avleiðingar fyri lokala eftirspurningin eftir olju og gass, við tí avleiðing, at neyðugt verður at innflyta olju og gass úr londum, sum hava lítið og einki eftirlit við framleiðsluni. Ian Wood segði víðari við BBC Scotland, at kemur málið uppá politiskt støði, so eigur bretska stjórnin at loyva oljufeløgunum Siccar Point Energy og Shell at útbyggja Cambo oljukelduna, ið aftur kann koma at tryggja veitingartrygdina hjá øllum Bretlandi umframt at varðveita tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni. Sir Ian Wood sigur, at fer stjórnin at lurta eftir krøvunum at steðga hesi og øðrum útbyggingum eins og leiting, so fer tað í síðsta enda at skaða umhvørvið. Oljuvinnan hevur nevniliga ein týðandi leiklut í royndunum at fremja tað grøna skiftið, og hetta sæst m. a. aftur í avtaluni, The Transition Green Deal, sum oljuvinnan og myndugleikarnir í Bretlandi hava gjørt, og har málið er at fremja tiltøk til tess at minka um CO2 útlátið við eitt nú at elektrifisera verandi og komandi oljupallar. Sir Ian Wood var stjóri í Wood Group frá 1967 til 2006 og nevndarformaður til 2012. Í dag er hann nevndarformaður í“ Opportunity North East”, sum er sett á stovn av privatum fyritøkum til tess at víðka um og menna búskapin í norðureystara partinum av Skotlandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021 Størsta havvindmylnulund í Norðurlondum tikin í brúk Í farnu viku varð higartil størsta vindmylnulund til havs í Norðurlondum tikin í nýtslu í Danmark SkrivaÐ: Talan er um ikki færri enn 72 vindmyllur, 188 metrar høgar, sum nú framleiða streym til tað, sum svarar til nýtsluna hjá 600.000 húsarhaldum í Danmark um árið. Lundin, sum er uppá 604 megawatt liggur 15 til 40 metrar úr landi út fyri Møns Klint á Horns Rev í Eystursjónum. Myllurnar koma frá svensku fyritøkuni Vattenfall, og fara at økja um streymframleiðsluna í Danmark við 16 prosentum. Tað var Fríðrikur prinsur, sum saman við Simon Kollerup, ráðharra fyri ídnaði, handli og fíggjarmálum, sum tendraði fyri nýggju vindmylnulundini, Kriegers Flak, ið ger Danmark leiðandi landið við grønari orku og gevur dønum grønu føraratroyggjuna. Hetta er tó bert eitt stig á leiðini. Skjótt verður skjøtil settur á bygging av øðrum vindmylnulundum og tveimum orkuoyggjum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Færri lesandi úr ES á bretsku universitetunum Talið á lesandi úr ES-londum á bretsku universitetunum er nógv minkað, síðan bretar fóru úr ES SkrivaÐ: At Stórabretland er farið úr ES merkist væl á bretsku universitetunum í ár. Millum tey mongu, sum eru byrjað at lesa eru nevniliga nógv færri lesandi úr ES-londum. Á heysti í ár eru 11.700 evropeisk lesandi innskrivað á bretsku universitetunum, vísa tøl frá Universities & Colleges Admissions Service. Í fjør vóru fleiri enn tvífalt so nógv–27.750. Sambært fleiri universitetum er ein partur av orsøkini helst koronafarsóttin, men størsta orsøkin er Brexit. Inntil 2020 var tað ikki so torført hjá ES-borgarum at sleppa at lesa í Stórabretlandi, men nú bretar eru farnir úr ES, skulu lesandi søkja um visum fyri at fáa loyvi at lesa í Stórabretlandi, nakað, ið kann vera bæði kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi. Ein onnur orsøk er prísurin hjá bretsku universitetunum. Undan Brexit skuldu lesandi úr ES gjalda tað sama sum bretar (í mesta lagi 9.250 pund, ella 80.000 krónur pr. lestrarár), men tað er broytt nú. Sambært Ritzau skulu evropeisk lesandi í summum førum gjalda meira enn tvífalt, og í summum førum trífalt, so nógv sum bretsk lesandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021 Gróvu seg út úr fongsli í Ísrael Seks palestinar brúktu eina rustaða skeið fyri at sleppa til rýmingar Holið, har fangarnir sluppu til rýmingar (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Við eini rustaðari skeið eydnast tað seks palestinskum fangum at grava seg út úr einum vælvardum fongsli har norðuri í Ísrael mánanáttina. Millum rýmdu fangarnar er ein fyrrverandi herleiðari. Flýggjanin hendi úr sera væl varda Gilboa-fongslinum. Alarmurin fór í gongd mánanáttina. Tað hendi tá ein bóndi fekk eyga á seks fangar, sum runnu gjøgnum akur hansara. Bóndin boðaði løgregluni frá, skrivar The Jerusalem Post. Fangarnir komu út við at grava eitt hol niður í gólvið á einum baðirúmi og víðari út um fongsulsmúrarnar. Sambært ísraelskum miðlum bendir okkurt á, at fangarnir fingu hjálp uttanífrá. BBC skrivar, at graviarbeiðið er farið fram gjøgnum fleiri mánaðir. Sambært The Jerusalem Post hava teir seks fangarnir, sum sótu í sama kliva, brúkt eina rustaða skeið. Tá teir ikki gróvu, fjaldu teir skeiðina aftan fyri eina plakat. Holið verður kanna nærri (Mynd: EPA) Løgreglan í Ísrael setti eina umfatandi leiting í verk. Bæði herur og servandir agentar hjá trygdarløgregluni Shin Bet vóru við í arbeiðinum. Vegaforðingar vórðu settar upp, og servandir hundar sendir út til kanningarstøðirnar rundan um Gilboa, nærhendis markið til Vestara Áarbakka. Millum teir rýmdu er Zakariye Zubeidi, ein fyrrverandi herleiðari í býnum Jenin á Vestara Áarbakka. Eisini eru tríggir limir í bólkinum Islamiskt Jihad millum teir rýmdu. Hesir tríggir sita lívstíðardómar fyri álop móti ísraelum, har fólk hava ligið eftirá. Bólkar sum Hamas og Islamiskt Jihad fagnaðu hendingina. -Hetta er ein hetjuhugað gerð, ið hevur elvt til skelk í ísraelsku trygdarskipanini, skal Daoud Shehab, talsmaður fyri Islamiskt Jihad hava sagt. Hert eftirlit við markið millum Ísrael og Vestara Áarbakka (Mynd: EPA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Hávard í topp tíggju Hávard Vatnhamar rann marathonteinin beint undir tríggjar tímar, og endaði nummar 10 av 12 á paralympisku leikunum Hávard Vatnhamar veitrandi gjøgnum gøturnar í Tokyo (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað var ein glaður Hávard Vatnhamar, sum sigursrómur hoyrdist frá á leikvøllinum í Tokyo, har hann sunnunáttina kom á mál eftir at hava runnið marathon fyri Føroyar á paralympisku leikunum. Hann kom á mál við tíðini 2.58. 27, og tað er hansara besta tíð. Í síðsta strekkinum yvirhálaði Hávard nærmasta kappingarneytan og tók tíggjunda plássið av tólv. Hávard Vatnhamar hevði sett sær sum mál at klára undir tveir tímar og 57 minuttir, so hann var nærum so nær, sum hann kundi. Kringvarpið sendi beinleiðis frá marathon í sjónvarpinum, og hevði Trónd Ravnsfjall, sum var í Tokyo saman við Hávardi, í telefonini meðan føroyingurin kom á mál. Løtan tá Hávard Vatnhamar kom á mál bleiv tíverri ikki víst í sjónvarpinum. (Mynd: EPA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021 U21 landsliðið fekk fantastiskan javnleik móti Fraklandi Risafavorittarnir høvdu sum væntað stóra yvirvág í regninum í Gundadali mánakvøldið, men við málið, ið Steffan Løkin syrgdi fyri, tíggju minuttir inn í annan halvleik, og knallhørðum arbeiði frá vælskipaða liðnum hjá Bagga og Atla, kom eitt stig í hús Eitt sterkt liðavrik-stríðsfúsu ungu føroyingarnir fingu løn fyri stríðið á Ovara vølli í Gundadali (Mynd: Bjarni Enghamar) SkrivaÐ: Agnar Prestá Teir høvdu ein spælskipara á miðvøllinum, ið Real Madrid síðst í august keypti fyri 30 milliónir evrur. Málskjúttin hjá teimum skoraði fyri stuttum móti AC Milan og hevur trý mál í fýra dystum fyri Nice í Ligue 1 í ár. Flestu veddingarfyritøkurnar høvdu Frakland sum so stóran favoritt, at tað ikki bar til at seta pening á teir-stig til Føroyar gav peningin heilt nógvar ferðir aftur. Vit hava leikarar, sum eru lærlingar innan m. a timburarbeiði og handil, eru lesandi á Setrinum, eru studentaskúlanæmingar o. s. fr. Seks av leikarunum, ið helst høvdu byrjað inni, vóru ikki tøkir, men allir, ið vóru á vøllinum í Gundadali, bardust sum úlvar á skóg. Hetta gav eisini úrslit, tí hóast risastóra franska yvirvág-høvdu bóltin yvir 70 prosent av tíðini, høvdu 30 skot mótvegis tveimum, 12 hornaspark mótvegis ongum o. s. fr- og eitt heldur óheppið franskt mál longu í 8. minutti, so fingu Føroyar stig. Steffan Løkin gagnnýtti møguleikan hann fekk, tá fraklendingar gjørdu eitt mistak (Mynd: Bjarni Enghamar) Tað var Steffan Løkin, ið tíggju minuttir eftir stegðin einsamallur legði trýst á eftir ein langan bólt. Illan Meslier, ið vanliga verjir malið hjá Leeds United, rakti illa, tá hann skuldi alvera stutt, B68-áleyparin fekk fatur á leysa bóltinum og úr áleið 40 metrum fekk hann júst nóg mikið av ferð á, so at bólturin kundi rulla í franska málið til 1-1. Hóast tungt franskt trýst, hildu føroyingar fast við sera hørðum og góðum arbeiði og fingu tann flottasta javnleikin í søguni hjá U21-landsliðnum. Eitt á pappírinum skert lið, men framúr væl sett upp av Sámal Erik Hentze, ið hevur fingið stig í fimm útav níggju dystum sum U21-venjari. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Fyrsti sigurin í undankappingini kom í hús Tvey mál uppá fýra minuttir tryggjaði tey trý stigini, tí so kostaði gávan til Moldova í 84. minutti einki. Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda við góðum stútari eftir flott álop miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Heini Vatnsdal økti við sínum fyrsta landsliðsmáli (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Fyri fyrstu ferð síðani 15. oktober 2019 hevur føroyska A-landsliðið hjá monnum vunnið ein undankappingardyst, og fyri fyrstu ferð síðani tann dagin hava Føroyar vunnið ein heimadyst, har tað hava verið meira enn nakrar heilt fáir áskoðarar. Føroyar tóku av møguleikarnum at basa tí á pappírinum veikasta liðnum í bólkinum á heimavølli, og tóku av ta løtuna í dystinum har man helst var mest omaná. Í 63. minutti vórðu Jákup B. Andreasen og Jóan Símun Edmundsson skiftir inn, og samstundis skifti Håkan Ericson til eina 4-4-2 leikskipan. Hetta eydaðist heilt væl, og 1-0 málið var ógvuliga flott gjøgnumført: Góðar bóltflytingar í vinstru, síðani Jákup sum skifti spælið yvir til Hall Hansson, sum úr stórum 25 metrum svingaði innarusíðuna og fann væl Klæmint Andrasson Olsen, ið hevði runnið púra rætt. Rituvíkingurin sveimaði og stútaði sítt sjeynda landsliðsmál inn og Føroyar á odda. Klæmint A. Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang) Tríggjar minuttir seinni, eftir ein stóran málmøguleika, fingu okkara trýst bóltin inn eftir gott horna frá Brandi Hendrikssyni Olsen, ið stríddi seg ígjøgnum 85 minuttir hóast nakað av trupulleikum við knænum, úr vinstru. Málverjin bjargaði heilt væl royndini frá Jákupi mitt fyri, men Heini Vatnsdal fylgdi væl upp, og vágbingurin, ið var stinnur í miðverjuni, fekk sítt fyrsta landsliðsmál. Tað líktist meira 3-0 enn 2-1, tí Klæmint hevði ein stóran møguleika afturat, men so kiksaði við samskiftinum millum Teit Gestsson og Gunnar Vatnhamar, sum annars afur í dag leiktu væl. Milinceanu kundi prikað leysa bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu, og so var trýst á eina løtu. Føroyingar stóðu ímóti, og í síðstu sekundunum kundi Hallur økt eftir góða umstilling. Men tað endaði 2-1, og so kundi fantastiski Skansin fegnast saman við leikarunum, sum eftir tvey góð avrik-á ymsan hátt-seinastu fýra dagarnar, nú fingu stig í skjáttina. 2-1 og Føroyar hava nú fýra stig eftir fimm umfør í bólkinum. Fyrst í oktober vitja Eysturríki og Skotland á Tórsvølli. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021 Bar ikki á mál móti Danmark Fríspark, reytt kort til René Shaki Joensen og so mál frá Jonas Wind, ið hesaferð ikki varð kolldømt av VAR: Føroyska A-landsliðið hjá monnum gav saman við áskoðarunum eina framúr heildaruppliving leygarkvøldið, men tað rakk ikki til eitt gandakent stig Føroysku leikararnir stríddust fyrimyndarliga væl og stóðu allan dystin saman sum eitt lið (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyar fingu ikki eitt stig í landsdystinum leygarkvøldið, men liðið vann í øllum førum fólksins tokka aftur, um hann var partvíst burtur eftir dystin móti Ísrael, so ruddiliga. Hetta kundi av álvara staðfestast, meðan FØROYAR-rópini geltu, beint eftir síðsta bríksl á Tórsvølli. Ikki bert frá tí heilt framúr góða Skansanum, ið fyrimyndarliga væl stýrdi tí stuðlinum, sum skumpaði føroyingar fram, men frá øllum á flotta tjóðarleikvøllinum, sum eftir seinnasta bríksl reistu seg og heiðraðu einum framúr góðum avriki móti liðnum, sum var ógvuliga nær við at spæla seg í EM-finaluna í summar, og sum er styrkismett sum eitt av teimum bestu tíggju í heiminum. Fimm minuttir fyri tíð megnaðu okkara ikki at halda meira, og tað var serstøk kensla, ið ein sat eftir við eftir dystin: Errin, og heldur rørdur, men samstundis eitt sindur vónbrotin og við eitt sindur av irðan-ikki orsakað av nøkrum føroyskum mistaki, men av tí at tað, sum teir í hvítum og bláum framdu, við frálíku stuðli frá áskoðarunum, ikki rakk til eitt søguligt stig, ið hevði verið eitt tað flottasta, ið Føroyar nakrantíð hava fingið. Skotið hjá innskifta John Frederiksen í yvirtíðini og serliga stútarin hjá Jóan Símun Edmundsson á tvørtræðið, tá beint undir ein tími var leiktur, eru eitt gott súmbol uppá, hvussu nær við vit vóru at fáa heilt stóra úrslitið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021-Eri forelskaður í hesum áskoðarunum Landsliðsvenjarin stórfegnaðist um, at huglagið á Tórsvølli var so gott í dystinum móti Danmark, og Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson meldaðu seg í kórið. Tað verjukenda spælið hjá Føroyum sá heilt gott út í kvøld, sigur Håkan Ericson Håkan Ericson var bæði kensluborin, vælnøgdur og nakað atfinningarsamur á tíðindafundinum eftir Danmarkardystin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Vanliga hava vit møguleikan at gera video-samrøður við føroysk umboð eftir landsdystir, men orsakað av UEFA-avgerð fyrr leygardagin, bar hetta ikki til eftir dystin millum Danmark og Føroyar á Tórsvølli, ið danir óvæntað bert vunnu 1-0. Føroyingar hava vanliga ikki tíðindafund eftir heimadystir, men av somu orsøk, vóru Håkan Ericson, Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson á tíðindafundi í nýggja hølinum á nýggju vestaru síðuni, stutt eftir at danir høvdu havt sín. Ernir og forelskaðir Tað vóru ikki smávegis orð, ið Håkan Ericson nýtti, og Hallur Hansson, sum fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðir spældi 90 minuttir, varð eisinki "raktur":-Man føldi veruliga, at man varð borin fram, og eg eri eisini forelskaður; sjálvt um daman helst ikki dámar at hoyra tað. Vit reisa okkum ótrúliga væl eftir vónbrotið móti Ísrael. Vit eru eisini vónbrotnir nú, men vit gera alt, sum vit kunnu, og tað var tíverri ikki nóg mikið. Eg eri bara errin og glaður yvir, at eg slapp at leiða liðið út og vera til til hetta, sum man hevur glett seg til so leingi. Hallur Hansson og AC Horsens endaðu samstarvið, eftir fimm ár, í summar. Liðformaðurin hjá Føroyum hevur ikki eitt felag í løtuni, men hann vísti seg væl fram í kvøld (Myndir: Jens Kr. Vang og Sverri Egholm)-Danskararnir eru dugnaligir. Teir nýttu nógvar ungar leikarar í kvøld men eg kenni til dømis fleiri frá Superligaini, og teir eru ógvuliga evnaríkir. Vit trúðu allatíðina uppá tað, og serliga sum dysturin leið, men tað er uppiborið, at teir vinna dystin. 29-ára gamli Teitur Matras Gestsson avloysti Gunnar Nielsen í mun til dystin móti Ísrael, og HB-málverjin tók veruliga av. Hann hevði fleiri góðar bjargingar og var, sum vanligt, sterkur í spælinum við føtrunum. -Hetta er ein av teimum størstu dystunum, ið man kemur at spæla, og tað gekk væl. Tað er harmiligt, at vit ikki fáa stig burturúr, men upplivingin við øllum rundanum er tann sjúkasta, ið eg havi havt á einum vølli. Teitur Matras Gestsson spældi ein frálíkan dyst, og helst hevði Kasper Schmeichel nøkur rósandi orð til hann eftir dystin (Mynd: Jens Kr. Vang) Verjuspælið er batnað munandi-vildi ikki spara móti Danmark Vit spurdu Håkan Ericson hvat lykilin var, at man helt 0-0 í 85 minuttir, í mun til venjingardystin í Herning í fjør, har danir vóru á odda 4-0 í hálvleikinum. -Vit eru nógv betri defensivt nú. Eg havi sagt fyrri, at vit hava lært mest av dystinum í Herning, tí vit gera nakra eyðsæddar feilir har, og danir spæla lættliga ígjøgnum okkum. Tað er millum annað nakað við tað at gera við, hvussu eg vil hava bakketuna at flyta seg, ið er nakað øðrvísi, í mun til hvat leikararnir eru vanir við. Tað høvdu teir ikki heilt forstaðið tað, men nú er tað eyðsæð nógv betri. Um dystarmyndina segði svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum soleiðis:-Teir høvdu bóltin ógvuliga nógv men skaptu ikki nógv, og vit høvdu eisini góðar støður. Vit vilja gjarna vera meira offensivur í dystum, men teir spæla við ógvuliga nógvum leikarum langt frammi á vøllinum, og talan er um eitt sera bólttrygt lið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021-Eg føldi, at eg bleiv tíggju ár eldri í kvøld. Landsliðsvenjarin hjá Danmark heldur ikki, at teir kunnu taka nakað við frá hesum dystinum uttan tey trý stigini-hann hevði bert rósandi orð til føroyska liðið og Tórsvøll SkrivaÐ: Agnar Prestá Hann rósti føroyskum fótbólti í Herning í fjør. Tað gjørdi hann eisini á tíðindafundinum undan og so sanniliga eftir 1-0 dystin leygarkvøldið, har Danmark bert var fimm minuttir frá skommini. Kasper Hjulmand klappaði út til áskoðarnir, ið samanlagt skaptu eitt frálíkt huglag og tyktist at hjálpa føroysku leikarunum væl ávegis. -Tillukku til føroyingar. Fyri hendan leikvøllin og tann stemningin, ið tit megnaðu at skapa. Og tillukku til liðið, sum framdi eitt megnar avrik, stríddist fyrimyndarliga væl og gjørdi tað ógvuliga torført fyri okkum. Kasper Hjulmand var annars meira fámæltur enn vanligt, og tað vóru Christian Nørgaard og Jonas Wind eisini. Tann síðstnevndi gjørdist sigursharri við frálíkum stútara eftir frísparksinnlegg fimm minuttir fyri leiklok. Hann bíðaði við at fegnast heilt, tí málið skuldi ígjøgnum VAR-beint fyri hálvleik hevði hann smekkað bóltin upp í longra máhornið, men tá var hann í rangstøðu beint áðrenn. Jonas Wind. FCK-áleyparin viðgekk, at talan ikki var um eitt gott kvøld fyri danska liðið, og at føroyingarnir gjørdu tað sera trupult fyri teir (Mynd: Sverri Egholm) Danir royndu ikki at finna umberingar fyri laka avrikið hjá teimum, og Hjulmand hevði eisini eftir seinasta bríksl víst leikarunum á ymiskar veikleikar í avrikinum. Teir róstu heldur føroyingum fyri at vera so góðir í verjustøðu og at arbeiða so hart, og so ikki minst avrikið á áskoðaraplássinum. -Tað er trupult tá man spælir ein slíkan dyst, sum jú á ymsan hátt er ein av teimum størstu, ið teir á motstøðuliðnum nakrantíð fara at spæla. Vit spæla ov seint og óklókt í summum førum. Teir góvu alt, sum teir høvdu, við fantastiskum stuðli aftanfyri seg, og gjørdi alt sum ein "underdog" skal gera rætt, við millum annað at taka ferðina úr dystinum. Eg føldi tað sum um, at eg bleiv tíggju ár eldri undir dystinum í kvøld. At føroyingar skuldu havt spælt heldur hart, sum onkur danskur tíðindamaður rói framundir, kveistraði Christian Nørgaard úr Brentford FC burtur, og Hjulmand segði, at hansara menn í summum førum ikki komu nóg væl inn í nærdystirnar. Danmark spældi við fleiri óroyndum leikarum og einum slagi av eykaliði, men heilt líknandi varð eisini gjørt í mars til dystin móti Moldova, ið endaði 8-0. Spurdur um danska liðið kann taka nakað við frá dystinum á Tórsvølli í kvøld, svaraði Hjulmand einfalt:-Nej. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 HM-undankappingin fer í gongd: Nýggj nøvn á listanum Katrina Sjóvará, Sunnvá Fagradal Johansen og Maria Biskopstø hava á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til A-landsliðið við kvinnum. Kára Djurhuus, Monika Biskopstø og Eyðvør Klakstein eru aftur. 23 leikarar eru úttiknir SkrivaÐ: Agnar Prestá A-landsliðið við kvinnum byrjar undankappingina til HM 2023 á Tórsvølli móti Spania um tíggju dagar, 16. september. Fýra dagar seinni tekur Skotland ímóti á Hamden Park í Glasgow. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Undrið vann 2. deild Tvey mál komu í hvørjum hálvleiki í Hoyvík, har nógvir áskoðarar vóru. Undrið fekk øll málini, og skal í 2022 spæla í næstbestu deildini á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá At Undrið spældi fyri at avgerða alt i dag sást beinanvegin. Heimaliðið legði skjótt eitt trýst á gestirnar út Hvalba, men tað kom ikki hol á. Kanska var tað, at nógv stóð uppá spæl, men teir flestu av teimum mongu uppmøttu askoðarunum koyrdu á Undrið, og eftir áleið hálvan tíma bragdaði. Stutt seinni varð 2-0. Í báðum førum var tað verjuleikarin Sverri Petersen, sum í summar kom úr AB, ið vísti styrki upp á deybóltar-seinna málið var ein frálíkur stútari frá Sverra. Poul Ingason, sum í seinastuni hevur spælt við Royn, hevði ein stóran málmøguleika beint áðrenn stegðin, tá trýstið hjá Undrið var linkað. Heimaliðið var tó eisini betri eftir steðgin, og tvøramaðurin Sjúrður Jensen og innskifti Tóki Næss Rasmussen settu móti endanum veruliga gongd 4-0 sigurin á Royn gjørdi, at Undrið, sum í stóran mun er bygt á sterkt samanhald, kundi stórfegnast eftir seinasta bríksl. Tað merkir at Undrið skal spæla í næstbestu deildini næsta ár á fyrsta sinni. (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021 H71 vann báðar dystirnar um Lionsbikarið Kvinnurnar vunnu við seks málum á StÍF-menninir vunnu á VÍF eftir longda leiktíð, og bæði Filip Jojic og Peter Krogh skoraðu 13 mál. Stórsteypadystirnir í høllini á Hálsi vóru startskotið til hondbóltskappingarárið Brynhild Pálsdóttir skoraði fýra mál (Savnsmynd-Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað vóru steypavinnararnir, ið bastu føroyameistarunum í høllini á Hálsi sunnudagin, tá spælt var um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum. Stórsteypadystirnir eru almenna startskotið til hondbóltskappingarárið, og tað vóru hoyvíkingar, ið vóru omaná. StÍF, sum í apríl gjørdist føroyameistari á fyrsta sinni, var á odda 7-5, tá eitt korter varð leikt, men so tóku hoyvíkskvinnur yvir og vóru á odda við seks málum í steðginum. Munurin var eisini seks mál, tá hallarurið vísti 60.00. Liðið hjá StÍF líkist tí, sum vann FM, men var í gjár nakað yngri, og Poula Dulavík Berg var ikki við. Lív S. Poulsen, ið gjørdi stóran mun í vár, er farin aftur til Danmarkar at spæla hondbólt. H71 hevur mist Maritu Mortensen, men aðrar traðkaðu í gjár til, tá tá kemur til málskjóting. Talan er um eitt ungt lið, og ein av teimum nýggju leikarunum í ár er Lukka Arge, sum hevur spælt hondbólt á Frederiksberg í Keypmannahavn, og sum varð toppskjútti í EFH Championship kappingini fyri U19-landsliðið í Georgia í juli. Hoyvíkskivinnur kundu fegnast eftir trygga sigurin í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) Hjá monnum var talan um ein javnari dyst. VÍF rann fyri tað mesta aftaná, men fekk syrgt fyri at tað bleiv longd leiktíð. Har vóru teir svørtkløddu stinnari, og teir vunnu við tveimum málum á liðnum, sum basti teimum í FM-finalunum. Stórskjúttarnir Filip Jojic og Peter Krogh vóru stórspælandi við 13 málum hvør VÍF hevur mest merkisvert mist Olsen-brøðurnar, Julian og Sjúrð, ið báðir eru í Danmark nú. Eingin Mladen Mjerimacka var í málinum sunnudagin. Hjá H71 var Pauli Jacobsen at síggja í málinum-hann er komin aftur til føroyskan hondbólt eftir nøkur ár í Skanderborg. (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) Landskappingarnar byrja í vikuskiftinum-sí skrá niðanfyri og meiri útgreinað á hsf. fo Dystirnir um Lionsbikarið-stórsteypadystirnir Sunnudagin 5. september (Kvinnur) H71-StÍF 27-21 (16-10) Toppskjúttar: Lív Bentsdóttir Zachariasen 7 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál, Elsa Egholm 5 mál, Haruka Gima 5 mál (Menn) VÍF-H71 31-33 eftir longda leiktíð (28-28 eftir vanliga) Toppskjúttar: Filip Jojic og Peter Krogh 13 mál, Hallur Árason 7 mál 1. umfar í landskappingini Kvinnur: Leygardagin 11. september 18.00: H71-EB Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021 Úr Vestmanna til Vestmannaoyggjarnar Ingibjørg Olsen skal hetta kappingarárið spæla fyri ÍBV, ið er í bestu íslendsku deildini ÍBV hevur gjørt avtalu við Ingibjørg Olsen (Mynd: ÍBV Handbolti) SkrivaÐ: Agnar Prestá ÍBV Hondbólti bjóðaði í vikuni alment Ingjibjørg Olsen vælkomna í felagið. Hon flutti fyri stuttum til Íslands saman við unnustanum Dánjal Ragnarssyni, sum í mars gjørdi sáttmála við ÍBV til og við kappingarárið 2023/2024. Nú er greitt, at Ingibjørg Olsen, ið fyllur 21 í næsta mánaða, eisini skal umboða felagið á Vestmannaoyggjunum og skal spæla á hægsta støði í Íslandi hetta kappingarárið. ÍBV skrivar, at talan er um ein kvikan leikara, sum umframt at vera høgri vongur kann spæla í bakteuni, og at Ingibjørg er fallin væl inn í hópin. Ingibjørg Olsen skoraði í 2020/2021 98 mál í Burn-deildini. Kvinnurnar og menninir hjá ÍBV byrja uppá landskappingina næsta vikuskifti. Ingibjørg í dysti fyri VÍF síðsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021 NM í ungdómstelving í Føroyum Í gjár byrjaði árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi SkrivaÐ: Fríggjadagin 9. september byrjaði árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi. Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør vóru fríggjadagin, tvey í dag og tvey sunnudagin. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Hvørt norðurland-Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland, Finnland og Føroyar-hevur tvey umboð í hvørjum flokki. Í bólki A telva teir elstu, 19 og 20 ára gamlir, føddir í 2001 og 2002. Í bólki B eru telvararnir 17 og 18 ára gamlir, í bólki C 15 og 16 ára gamlir, í bólki D 13 og 14 ára gamlir, og í bólki E eru telvararnir 11 og 12 ára gamlir. Í øllum bólkum uttan bólki B eru í alt tólv telvarar. Í bólki B telva tíggju og ikki tólv-Noreg hevur einki umboð í hesum bólki. Føroyar hava ikki altíð havt tvey umboð í hvørjum bólki, men nú kappingin er í Føroyum, er full umboðan. Føroysku telvararnir saman við føroyska stórmeistaranum, Helga Dam Ziska Føroyska vónin Eftir styrkitølunum er bara ein av føroysku telvarunum, sum kann hugsast at fara at gera seg galdandi í sínum aldursbólki. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag er styrkismettur nummar tvey í sínum bólki. Sterkir telvarar Tað er greitt, at norðurlond hava sent sínar bestu ungdómstelvarar til Føroyar. Í elsta bólkinum eru tríggir, sum longu hava heitið sum altjóða meistarar. Tríggir hava hægri styrkital enn 2300. Í Føroyum eru bara seks telvarar, sum eru oman fyri 2300. Sterkasti telvarin í elsta bólkinum, sviin Milton Pantzar, hevur styrkitalið 2423. Í Føroyum er Helgi Dam Ziska tann einasti, sum hevur hægri styrkital enn ungi sviin. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur lagt ungu føroysku telvarunum lag á uppundir kappingina. Sjúrður Thorsteinsson hevur verið honum til hjálpar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021 Brasil-Argentina støðgaður stutt eftir dystarbyrjan Tað vóru heilsumyndugleikarnir í Brasil, ið saman við løgregluni komu inn á vøllin. Teir vildu hava fatur á fýra argentinskum leikarum, ið sambært teimum skuldu sitið í sóttarhaldi. Partarnir peika eftir hvør øðrum, argentinar eru farnir til Buenos Aires, og óvissa er um dystin Lionel Messi, Neymar og hinir sluppu ikki at spæla leingi í Sao Paolo sunnudagin (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Fyri beint undir tveimum mánaðum síðani lyfti Argentina Copa America-steypið á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Sunnukvøldið hittust suðuramerikonsku risarnir aftur, men tað varð talan um eina stutt uppgerð í Sao Paolo. Í 7. minutti komu knappliga nógvir mans í klædningini inn á vøllin, og nakað av roki varð stutt innan fyri síðulinjuni. Tað vóru fyri tað mesta umboð fyri Anvisa, ovasta heilsumyndugleikan í landinum, ið komu inn og støðgaðu dystinum. Umboð fyri løgregluna í Sao Paolo vóru eisini har. Tað snúði seg um at fáa Emiliano Martinez, Emiliano Buendia, Cristian Gabriel Romero og Giovani Lo Celso av leikvøllinum. Sambært heilsumynduleikunum høvdu hesir, saman við argentinska fótbóltssambandinum, tilætlað brotið sóttarhaldsreglurnar og givið skeivar upplýsingar. Teir fýra leikararnir, harav tríggir vóru á vøllinum, spæla dagliga í Onglandi. Tað er í Brasil kravt sóttarhald, tá komið verður úr Stórabretlandi. Tað endaði við, at dysturin var avblástur, og at allir argentinarnir fóru av vøllinum og heilt skjótt aftur til Argentina. Nær dysturin verður spældur liðugur, ella um hann yvirhøvur verður tað, er óvist. Heilt løgin støða í Brasil (Mynd: EPA) Sambært heilsumyndugleikunum, vórðu argentinar kunnaðir um, at hesir leikararnir ikki kundi spæla, fundir hava verið og argentinska fótbóltssambandið og leikararnir hava ikki víst virðing fyri heilsumyndugleikunum og reglugerðini. Lionel Messi vísti í løtunum eftir hendingina á, at argentingar komu til landið tríggjar dagar áðrenn dystin, og at myndugleikarnir harvið høvdu allar møguleikar til at handfara støðuna undan dystinum. Samumtikið eru argetinar ógvuliga ónøgdir við støðuna, og tað varð skumpað eitt sindur á vøllinum. Anvisa vísir á, at teir komu á gistingarhúsið og skuldi syrgja fyri, at Martinez, Buendia, Romero og Lo Celso fóru í sóttarhald ella av landinum. Men tá var liðið farið til leikvøllin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021-SkrivaÐ: Minningarorð/Jákup Fróði Djurhuus Dátt við komu feigdarboðini, at mín góði gamli vinmaður Terji Dalsgaard, var smallin um, og nú lá og bíðaði eftir at sleppa higani. Havi kent Terja alt tað egkann minnast. Og tað var næstan ikki dagurin, at vit ikki samskiftu. Og sum ein rættur Dalsgaardari, kundi Terji vera bæði skemtingarsamur og argandi. Terji var musikalskur, og á yngri árum, spældu vitnógv saman til dans í dansistovunum runt um. Seinni hevur Terji spælt guitar í samkomuhøpi, og í búnum árum setti hann sær fyri at læra seg at spæla orgul, og hevur síðani loyst av í Kirkjuni heima á Sandi, og í heimbygdini Skálavík. Terji fór í bankalæru í Sjóvinnubankanum, og hevði tann heiður at búgva hjá stórskaldinum Heðini Brú, sum eisini var ættaður úr Skálavík. Hesi seinastu mongu árini, hevur Terji rikið sítt egna bókhaldsvirki. Hann stovnaði eisini Sandoyarportalin, sum var nógv lisin í lokalsamfelagnum. Eisini høvdu vit yrkisligar ætlanir, sum nú fóru í grøvina við Terja. Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Terja, við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita. Guðruna og Sonju á Sandi, og Sonju Axel, og Erlu. Tíbetur kenna vit ikki tíman og staðið. Jákup Fróði Djurhuus Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021 |
Vindorka skal minka um útlátið í oljuvinnu SíÐa 28 Skotar fingu stolið sigurin SíÐa 40 1 Týsdagur 12. oktober 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Portalurin størsti miðilin í Føroyum Portalurin er mest brúkti føroyski miðilin í Føroyum. Tað er úrslitið í einari stórari kanning sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt. Í kanningini eru millum 700 og 800 fólk spurd um álit á ymsar stovnar og myndugleikar umframt, at tey eisini eru spurd um miðlanýtslu. Í mun til síðst nevnda, vóru fólk spurd hvussu ofta tey brúkar ávísar miðlar, og sambært kanningini eru tað 60 prosent av øllum føroyingum, sum brúka Portalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin. 57 prosent brúka sjónvarpið, útvarpið ella heimasíðuna hjá Kringvarpinum dagliga ella fleiri ferðir um dagin. 31 prosent siga seg brúka Sosialin/In. fo og 26 prosent Vágaportalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin, meðan hetta talið er 6 prosent hjá Dimmalætting/Dimma. fo. 11 prosent siga seg brúka Norðlýsið dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. Um hugt verður eftir hvussu nógv brúka miðlarnar dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, er talið 77 prosent hjá Portalinum meðan tað er 75 prosent hjá almenna Kringvarpinum. Spurt var eisini um hvussu stórt álit fólk hava á upplýsingum, sum koma frá ávísum miðlum. Her eigur Kringvarpið fyrsta plássi, og 77 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á upplýsingunum. Portalurin er á øðrum plássi við 65 prosentum. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað inn dátur fyri Søgu- og samfelagsdeildina, og Heini í Skorini er verkætlanarleiðari. Stórur tørvur á fjølbroyttari bústaðarútboði BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Hóast nógvar íbúðir og raðhús eru bygd seinnu árini, so skulu munandi fleiri bústaðir til fyri at kunna siga, at vit hava ein nóg fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Føroyum. Sjálvt í Havn, har bæði talið og prosentbýtið av raðhúsum og íbúðum er nógv tað størsta, fylla hesi bert 11 prosent av samlaða bústaðarmarknaðinum. Sostatt telja sethúsini framvegis heili 89 prosent av marknaðinum. Í flestu býum í eini vissari stødd aðrastaðni er myndin heilt øðrvísi, tí har eru munandi fleiri íbúðir og raðhús enn sethús. Um støðan skal broytast við at fáa meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Føroyum, má munandi meira ferð setast á at byggja íbúðir og raðhús, heldur Betri Banki. Tað vil siga at fáa fleiri búeindir bygdar á hvørt grundøki, ístaðin fyri at gera útstykkingar, har alt er ætlað sethúsum-Tað verður framvegis bygt alt ov lítið tal av íbúðum og raðhúsum í mun til sethús, sum bæði eru dýrari og taka longri tíð at byggja, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka (Mynd: Kvf. fo) SkrivaÐ: Kári Mikkelsen, punktum. fo Húsaprísurin ella bústaðarprísurin hevur seinnu árini–serliga í høvuðsstaðarøkinum–bert havt eina kós, og tað er beint uppeftir. Høvuðsorsøkin til hetta er manglandi útboð í mun til eftirspurningin. Fólkavøksturin hevur verið stórur, tí nógvar føroyskar familjur flyta heim, eftir at hava verið í útbúgvingarørindum uttanlands, og allar skulu tær sjálvandi hava okkurt at búgva í. Tema um bústaðartrot Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini. Tíðirnar hava verið góðar og eru framvegis av teimum bestu, og arbeiðsloysið er lágt, so keypiorkan í samfelagnum er stór. Hetta leggur enn størri trýst á bústaðarmarknaðin. At nógvir herbúgvandi føroyingar eisini liggja framvið at keypa sær bæði eitt, tvey og trý hús afturat, í staðin fyri at hava pening standandi á bók fyri negativar rentur, ger støðuna á bústaðarmarknaðinum uppaftur truplari. Byggingin av nýggjum húsum og íbúðum er framvegis ógvuliga avmarkað. Hóast fleiri íbúðarbygningar eru bygdir seinnu árini, so nøktar hetta á ongan hátt eftirspurningin av bústøðum sæð í mun til vaksandi fólkatalið, sum stendst av øktari tilflyting og skerdari fráflyting. Eisini er talið av búfólki í hvørji búeind minkað nógv, og hetta setir enn størri krøv til útvegan av fleiri bústøðum. Bústaðarbyrðan alt avgerandi Oftani fáa peningastovnarnir skotið í skógvarnar, at teir eru ov afturhaldandi við at veita fígging til bygging í útjaðaranum. Hesum er Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, ikki samdur í. Hann vísir á, at hús í útjaðaranum eru dýrari at byggja, enn søluvirðið er á teimum, tá tey standa liðug. -Siga vit, at tey kosta fýra milliónir krónur at byggja, og søluvirðið kanska liggur um tvær millónir krónur, so kann bankin bert lána 90 prosent av søluvirðinum, sum er 1,8 millión krónur. Tað skal tí ein ógvuliga stór eginfígging til í slíkum førum, tí negativa virðið orsakað av byggikostnaðinum gerst so stórt, sigur stjórin í Betri Banka. Hann vísir á, at tað eru nøkur atlit, sum bankarnir mugu taka, tá fígging skal veitast. Tað eru eginfíggingin, sum skal vera í minsta lagi 10 prosent av kostnaðinum, skuldarfaktorurin, sum ikki má vera oman fyri 3,5 ferðir ársinntøkuna hjá húskinum, og tiltøkupeningurin, sum fyri eina familju við tveimum børnum má vera 13.500 krónur. Tiltøkupeningurin er tann upphæddin, sum er eftir, tá allar fastar útreiðslur eru goldnar. Tað vil siga eitt nú lániavdráttir, el, hiti, tryggingar, dagstovnapláss og aðrar fastar útreiðslur. -Tað hevði verið ábyrgdarleyst mótvegis tí einstøku familjuni, um peningastovnarnir veittu størri fígging, enn viðkomandi húski megnar at rinda aftur. Hetta eru viðurskiftir, har vit mugu vera realistisk og greiða kundanum frá, at tað onga meining gevur at vera ov lagaligur við fígging í mun til inntøkugrundarlagið hjá húskinum. Tvørturímóti er stórur vandi fyri, at hetta leiðir familjuna í fíggjarligt óføri, sigur Olav Guttesen. Nógv mugu leiga áðrenn tey kunnu keypa At fíggja bústaðir fyri fleiri milliónir krónur krevur antin tvær sera góðar inntøkur, uppsparing av týdningi, at tú eigur eina ogn at selja, sum hevur eitt hampuliga stórt frívirði, ella at eitt nú foreldrini hjálpa til við eginfíggingini. Men hvat er so at gera í staðin. -Hetta kann merkja, at ein familja má leiga í eini trý-fimm ár og spara mest møguligt upp hesa tíðina, so til ber at fáa sær tak yvir høvdið, tá uppsparingin er vorðin nóg stór, sigur stjórin í Betri Banka. Spurdur um, hvat eigur at verða gjørt fyri at bøta um bústaðartørvin, sigur Olav Guttesen, at tað er eingin løtt loysn á tí avbjóðingini. -Kommunurnar mugu útvega fleiri grundøkir og eiga fyrst og fremst at raðfesta aðra bygging enn sethús. Tað vil siga leiguíbúðir, eigaraíbúðir, lutaíbúðir og raðhús. Tað er bæði dýrari og tekur longri tíð at byggja sethús, tí torført er at fáa handverkarar. Teir hava síðstu árini í stóran mun verið upptiknir av størri verkætlanum, hóast tað finnast handverksmeistarar, sum í stóran mun átaka sær sethúsabygging. Orsøkin til, at vit mæla til at raðfesta leiguíbúðir, lutaíbíður, eigaraíbúðir og raðhús, er, at hetta eru minni búeindir, sum bæði eru lættari at fíggja, bíligari at byggja og at búgva í. Okkum tørvar ymiskleika á bústaðarmarknaðinum. Sethús, sum í útgangsstøðinum bert hava eina búeind, eru best egnaði til miðalstórar og størri familjur, meðan smærri húskir als ikki hava sama tørv, sigur stjórin í Betri Banka. Arbeiðast má fyri nýggjum bústaðamynstri Olav Guttesen vísir á, at kommunurnar eiga at gera meira við býarplanlegging, ið tekur atlit at íbúðarbygging og raðhúsum. Á tann hátt hevði verið munandi skjótari at fingið nøktað bráðfengistørvin á bústøðum. -Sjálvandi skulu fólk, sum ynskja tað, hava møguleika fyri at byggja sær eini sethús, men tað má bara ikki vera tað einasta, sum kommunurnar bjóða. Uttan fyri Havnina eru tað næstan bara sethús, og tí mugu kommunurnar kring landið í størri mun skapa møguleikar fyri íbúðarbygging. Tað er ikki bert í Havnini, at tørvur er á einum fjøltáttaðumm bústaðarmarknaði. Í sjálvt smærri bygdum er eisini tørvur á íbúðum og raðhúsum, sum í miðal eru minni og bíligari enn sethús. Stjórin í Betri Banka vísir á, at fer at taka nógv ár at nøkta bústaðartørvin í Føroyum. -Tað snýr seg um veruliga at fáa sett ferð á við at økja um útboðið og halda fram við tí í minsta lagi komandi 10 árini, áðrenn vit kunnu siga, at vit eru á rættari leið. Vit hava somuleiðis brúk fyri, at arbeitt verður á øllum mótum fyri at lyfta hesa stóru uppgávuna. Eg haldi, at tað sum Bústaðir hevur gjørt, er sera gott. Tað er tí brúk fyri bæði almennum og privatum verkætlanum. Ja, øllum ið kann bøta um støðuna, sum hon er í dag, sigur Olav Guttesen. Talið av sethúsum í høvuðsstaðnum er nógv tann størsti parturin av bústaðarmarknaðinum. Heili 89 prosent, meðan íbúðir standa fyri 7 prosentum og raðhús 3 prosentum. (Keldur: SEV/Betri Banki) Sum sæst á hesi stabbamyndini, hevur talið av íbúgvum í hvørjari búeind í Føroyum sum heild verið lækkandi seinnu árini. Hetta økir sjálvandi um trýstið á at fáa útvegað fleiri bústaðir. Tað veri seg sethús, raðhús ella íbúðir. (Keldur: SEV/Hagstova Føroya/Betri Banki) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 3 Leygardagur 16. oktober 2021 BankNordik: Kundin má hava ráð at liva BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Fortreytin fyri at veita fígging av húsum, íbúðum ella húsabygging er, at kundin hevur nóg stóra eginfígging, at skuldarlutfallið ikki er ov høgt, og at kundin hevur nóg mikið av peningi eftir at liva fyri, áðrenn bankin játtar seg at fíggja bústaðin. Lyklaorðini eru sostatt eginfígging, skuldarlutfall og tiltøkupeningur, sum er tann mánaðarliga upphæddin, ið loypir av, tá allar fastar útreiðslur sum lánigjald, el, hiti, bilur, barnagarðslpláss og ymisk onnur brúkaragjøld eru goldin. Í løtuni krevur BankNordik, at hendan upphæddin er minst 10.000 krónur um mánaðin, tá talan er um eitt par uttan børn. Hetta er peningur, ið húsarhaldið hevur eftir til at dekka dagligar útreiðslur til mat, klæðir, ferðing og aðrar leypandi útreiðslur, ið eru ein natúrligur partur av tí, tað kostar at vera eitt húski-Tað kann vera ógvuliga avbjóðandi hjá ungum familjum at útvega sær eini hús í høvuðsstaðarøkinum. Tí síggja vit, at alt fleiri leita sær út á bygd, har prísirnir eru væl lægri, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik. (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Kári Mikkelsen, punktum. fo Tá ein kundi leggur leiðina inn í peningastovnin at kunna seg um møguleikarnar fyri at fáa fígging til eitt bústaðarkeyp ella hevur ætlanir um at byggja, so er útgangsstøðið altíð, hvør fíggjarliga støðan er hjá einstaka kundanum. Skuldin má ikki gerast ov stór í mun til samlaðu inntøkuna, og hvat hesin megnar at rinda aftur um mánaðin. Hetta má sjálvandi standa mát við samlaðu inntøkuna hjá húskinum og tær útreiðslur, sum lønin harútyvir megnar at dekka. Harafturat er eisini neyðugt við einari ávísari eginfígging til bústaðarkeypið. Tema um bústaðartrot Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini. -Tað er týdningarmikið, at húskið hevur tað neyðuga gjaldføri, og at byrðan í gerandisdegum við at fáa tað heila at mala runt, ikki gerst ov stór. Sum fíggjarstovnur hyggja vit eftir, hvussu nógvan tiltøkupening, ið kundin hevur at ráða yvir, tá allar fastar útreiðslur eru rindaðar, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Hon vísir á, at fyri støk fólk krevur Bank Nordik, at tiltøkupeningurin er í minsta lagi 7.000 krónur um mánaðin, og fyri pør 10.000 krónur. Um tað eru børn í húsarhaldinum, er hetta samsvarandi hægri, so tað dekkar eitt nú stovnspláss og møgulig brúkaragjøld í sambandi við frítíðarvirksemi. -Sum peningastovnur er okkara týdningarmiklasta uppgáva at geva kundanum røttu ráðgevingina. Tað er umráðandi, at skuldarbyrðan hjá kundanum ikki verður ov stór, og at kundin hevur fingið góða ráðgeving um ymisku lániproduktini, so hann situr best møguliga í tí, tá hann hevur ognað sær bústaðin. Hetta fyri at kunna forsvara hesa stóru íløguna ígjøgnum mong ár frameftir. Tað avgerandi er, at húskið hevur so mikið eftir, at tað megnar at halda sínar fíggjarligu skyldur bæði mótvegis okkum sum peningastovni og í sambandi við aðrar fastar útreiðslur. Síðst, men ikki minst, at húskið hevur ráð til at liva, sigur rakstrarstjórin í BankNordik. Ung avmarkaðar møguleikar at spara upp Hetta er oftani støðan fyri eina miðal unga familju, sum ikki hevur havt teir stóru møguleikarnar fyri at spara upp, tí tey í flestu førum hava verið undir útbúgving og í stóran mun bert livað av lestrarstuðuli. -Vit royna sjálvandi at gera okkara besta fyri at finna loysnir, men tað hevði verið ábyrgdarleyst av einumhvørjum banka at veitt bústaðarfígging, har grundarlagið fyri at kunna røkja sínar fíggjarligu skyldur ikki er til staðar. Øll mugu hava so mikið eftir av lønini, tá tær førstu útreiðslurnar eru rindaðar, at gerandisdagurin hjá teimum kann hanga saman, sigur Turið Finnbogadóttir Arge. Peningastovnarnir í Føroyum krevja vanliga umleið 7-10 prosent í eginfígging, og hetta merkir sjálvandi 70-100.000 krónur fyri hvørja millión, sum lánt verður. Bústaðarprísirnir í Havn eru sum kunnugt hækkaðir nógv seinnu árini, og eitt lán á 3,5 milliónir krónur fyri at keypa ella byggja sær síni dreymahús á ongan hátt er óvanligt at síggja í dag. Hetta krevur minst eina millión krónur í inntøku hjá húsarhaldinum, og sostatt hava nógvar familjur við tveimum lægri og enntá miðalstórum inntøkum lítlan og ongan møguleika at vera við. Hetta, um ikki eginfíggingin er hægri enn vanligt, ella til dømis foreldrini hjálpa til við fíggingini. -Síðani 2016 hava lønirnir ikki kunnanð fylgt við hækkaðu bústaðarprísunum. Serliga í Havn. Tí kann tað vera ógvuliga avbjóðandi hjá ungum familjum við lítlari ella ongari uppsparing at útvega sær ein bústað. Vit síggja nú, at hesar familjur í størri og størri mun leita sær út á bygd, har prísirnir eru væl lægri, hóast teir summastaðni–á Skálafjørðinum og har nærhendis, eins og í Klaksvík–eisini eru nógv hækkaðir. Ikki minst síðani Eysturoyartunnilin kom. Hægri bústaðarprísir seta sjálvandi økt krøv til fíggjarligu styrkina hjá hvørjum einstøkum húski, sigur Turið Finnbogadóttir Arge. Sera skeivt lutfall millum útboð og eftirspurning Sum onnur eisini vístu á í seinastu Vikuskiftis-útgávu, so vísir rakstrarstjórin í BankNordik á stóru tilflytingina sum eina høvuðsorsøk til hækkaðu bústaðarprísirnar, og har talið av nýggjum búeindum als ikki hevur fylgt við. Somuleiðis hevur negativa innlánsrentan lagt størri trýst á bústaðarmarknaðin, tí alt fleiri fólk við stórum ella hampuliga stórum innistandandi peningi velja at gera íløgur í fastogn. Somuleiðis hevur ferðavinnan og airbnb-marknaðurin eisini økt um eftirspurningin eftir húsum og íbúðum. -Eftirspurningurin er so øgiliga nógv hægri enn útboðið, og tá fer prísurin sjálvandi beint uppeftir. Tá bústaðarprísirnir hækka, so veksur skuldarbyrðan gjarna hjá kundunum, tí neyðugt er við einum størri láni. Men lækkandi bústaðarrentan hevur tó samstundis gjørt, at tað er bílígari at lána pening, og tí kunnu fleiri vera við, hóast samlaða lánibyrðan hevur verið hækkandi. Hinvegin er lága rentan ein týðandi og viðvirkandi orsøk til trýstið á bústaðarprísirnar, ti ein lægri renta ger, at tað eru fleiri potentiellir keyparar, sum kunnu átaka sær eina størri lánibyrðu, sigur Turið Finnbogadóttir Arge. Eins og nógv onnur, so eftirlýsir rakstrarstjórin í BankNordik, at kommunurnar gera fleiri útstykkingar, og at fleiri íbúðir verða bygdar. Bæði leigu- og eigaraíbúðir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 4 Leygardagur 16. oktober 2021 Úr 100 niður í 50-70 bústaðir BÚSTAÐIR: Sambært Bústaðir var realistiskt hjá stovninum at byggja 100 bústaðir um árið, men seinnu árini er talið árliga lent niðri á 50-70 íbúðum. Orsøkin til, at hetta talið 100 ikki hevur hildið, er vantandi heimild til fígging, sum hevur tarnað ætlaða avrikinum hjá stovninum Bústaðir hevur latið byggja og byggir framvegis nógvar íbúðareindir við Óðinshædd í Havn. Talan verður í alt um 92 íbúðir her. Í teimum reyðu bygningunum eru 32 íbúðir og í hinum verða tær 60 í tali SkrivaÐ: Kári Mikkelsen, punktum. fo Við teimum nýggju heimildunum er møguligt at byggja umleið 100 nýggjar bústaðir um árið. Hetta er tó lítið í mun til bíðilistan. Talið av virknum umsøkjarum hjá Bústøðum liggur á umleið 2.100. Umleið 1.600 umsøkjarar limaðu seg inn í 2013, tá byggiverksemið hjá stovninum varð sett í verk, men framvegis eru nógv teirra, sum enn ikki hava fingið tilboð um nakra íbúð. Sostatt nøktar Bústaðir á ongan hátt at nøkta eftirspurningin, staðfestir Andras Róin, stjóri. Spurdur um bíðilistin er veruligur og álítandi, staðfestir stjórin í Bústaðir, at tað er hann. Tá íbúðir verða bjóðaðar út, eru tað millum triði og tíggindi hvør, sum tekur av. Andras Róin vísir á, at fólk rinda 150 krónur um árið fyri at standa á bíðilistanum. Harafturat eru umleið 500 hvílandi limir, sum ikki ynskja sær bústað enn. Talið av bústøðum, sum Bústaðir hevur bygt síðani 2013: Talið av bústaðum hjá Bústaðir í gerð: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Hvørt hetta kemur til Føroya ella ikki, kann sjálvandi vera torført at spáa um, men vandin er har. Seinnu árini hava útlendskir kapitalgrunnar í størri mun keypt upp ognir á danska íbúðarmarknaðinum, og hetta hevur skapt eina ávísa misnøgd millum danskar borgarar og kjak í fjølmiðlunum. Dokumentarfilmurin PUSH, sum í 2019 avdúkaði amerikanska kapitalgrunnin, Blackstone, sum av álvara er farin undir at keypa ognir í nógvum býum, hevur elvt til víðfevnt kjak um vandan við hesi gongdini. Millum annað í Keypmannahavn hevði Blackstone tá keypt upp bústaðarognir fyri meira enn sjey milliardir krónur. Hetta tvingaði í stóran mun íbúgvarnar úr egnari íbúð, tí leigan hækkaði so nógv, at teir ikki høvdu ráð at vera búgvandi Seinnu árini hevur hevur amerikanski spekulatiónsgrunnurin, Blackstone, keypt íbúðarbygningar í stórum tali í eitt nú Keypmannahavn (Mynd: tv2lorry. dk) SkrivaÐ: Kári Mikkelsen, punktum. fo Dokumentarfilmurin lýsir, hvussu keypið av donskum ognum hevur elvt til hækkandi íbúðarprísir og húsaleigu, sum verða trýst so høgt upp, at nógvir leigarar hava verið noyddir at siga leigumálið frá sær. Sostatt verða hesir býirnir í alt størri mun bert fyri vælhavandi borgarar, tí onnur hava ikki ráð at verða búgvandi ella seta seg niður í har. Í ringasta føri, sum til dømis í London, fara íbúðirnar frá at vera bústaður til í alt størri mun at gerast spekulatiónslutir. Tað vil siga, at har eingin býr í teimum, tí íleggjarar og kapitalgrunnar keypa tær upp og umvæla tær við víðarisølu fyri eyga, og fáa harvið skjótan og góðan vinning burturúr. Sama skilið er í nógvum øðrum býum. Hvørt hetta kann vera ein støða, sum vit fara at uppliva í Føroyum, er sjálvandi torført at spáa um, men spekulantar og kapitalgrunnar fara sjálvandi har, teir fáa nakað burturúr. Og millum annað húsa- og íbúðarognir í Havnini, sum framvegis bara vaksa í virði, eru neyvan heilt óáhugaverdar hjá útlendskum íleggjarum at gera íløgur í. Innihaldið í áðurnevnda dokumentarfilmi lýsir spekulantarnar og teirra gramleika og moral, sum í stóran forðað kundi verið fyri við einføldum lóggávubroytingum. Eitt nú verður í Keypmannahavn víst til grein 5, stykki 2 í donsku skipanarlóggávuni, sum gevur Blackstone møguleika fyri at umvæla íbúðirnar og hereftir hækka leiguna munandi. Leikstjórin í PUSH, Fredrik Gertten, og ST-ráðgevin, Leilani Farha, hava mælt danska statinum til at leggja seg út í hesa vandamiklu gongdina við at broyta lóggávuna, sum eitt nú Eindarlistin í danska fólkatinginum mælir til. Tað er torført av vera ósamdur í, at ein kapitalgrunnur, hvørs strategi er ein sonevndur keyp-umvæling-sel-logikkur byggir á nakað nyttuvert, og at spekulatión í húsaleiguprísum, sum trýstir leigarar út av sínum íbúðum, eigur at vera avmarkaður. Íbúðarprísurin tíggjufaldaður Trupulleikin er, at sjálvt um lógarbroytingar verða gjørdar, fer tað framvegis at vera møguligt hjá Blackstone og øðrum spekulantum at keypa upp íbúðarognir í stórum, og teir kunnu tí framhaldandi vinna pening burtur úr hækkingunum av íbúðarprísum og hægri húsaleigum. Hetta tí peningastovnarnir framvegis eru sinnaðir at fíggja hesi keypini, og tí hava kapitalgrunnarnir óavmarkaða atgongd til kapital, sum elvir til hægri prísir og miðsavning av ognarskapi. At fíggingarstovnarnir heldur vilja fíggja íløgur í ognir og virðisbrøv enn eitt nú til íverksetar og aðrar smærri og miðalstórar fyritøkur, er ein stórur trupulleiki fyri samfelagið. Avleiðingin er, at tað javnt og samt verða pumpaður alt meira peningur í fastognarmarknaðin, sum trýstir prísirnar uppeftir. Hetta tvingar fólk út úr býunum, og úrslitið er, at ognirnar enda á alsamt færri hondum. Herímillum hjá kapitalgrunnum sum Blackstone, sum í 2019 átti hundraðtals bústaðarognir í Keypmannahavn. Seinastu 25 árini er prísurin á íbúðum í Keypmannahavn tíggjufaldaður, meðan lønirnar bert eru vaksnar 2,5 ferðir. Hetta hevur skapt eina støðu, har tað nógvastaðni bert eru tey, sum kunnu realisera vinning frá fyrr gjørdum bústaðarhandlum, ið framhaldandi kunnu vera partur av fastognarmarknaðinum. Onkur býur hevur tó gjørt nakað fyri at bremsa ella tálma húsaleiguhækkingum. Í Berlin er ein áseting gjørd, sum bannar útleigarum at hækka húsaleiguna komandi fimm árini. Kelda: Information Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 Fyri tað mesta eru tað børn og yngri fólk sum fáa staðfest koronu fyri tíðina. Hetta upplýsir landslæknastovnurin fyri Portalinum. Upp á fyrispurning svarar landslæknastovnurin at 187 fólkunum í Føroyum, sum vórðu testaði positiv við covid-19 í september eru 71 av teimum millum 0 og 19 ár, og av teimum higartil 144 positivu tilburðunum í oktober, eru 60 í aldrinum frá 0 til 19 ár. Kaga vit nærri at tølunum er størsti aldursbólkurin við flest positivum tilburðum 10-19 ár. 51 persónar í hesum aldrinum fingu staðfest korona í september meðan talið higartil í oktober er nakað lægri, 33 persónar. Hinvegin er talið á smábørnum í aldrinum 0-9 ár hægri higartil hendan mánaðin enn tað var allan september mánað, tá 20 persónar vórðu staðfestir positivir. Hetta talið er longu komið upp á 27 higartil í oktober. Eingin í aldrinum 90 og 99 ár er staðfestur positivur við koronu hendan hálvan annan mánaðan, vit hava spurt um. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021 8 Leygardagur 16. oktober 2021 Christian keyptur til Vestmannar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) SkrivaÐ: Sverri Egholm Vestmanna Fiskavirki hevur keypt uppsjóvarskipið Christian frá partafelagnum Hvalnes í Klaksvík. Tað veit vp. fo. Christian varð keyptur til Føroya úr Íslandi sum avloysaraskip í desember í fjør, og Hvalnes ver at hava skipið í rakstri til mánaðarskifti januar-februar næsta ár tá nýggi Christian í Grótinum kemur til landið. (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) Fiskavirkið í Vestmanna fekk í 2018 menningarkvotur og fekk eisini nakað av kvotu í ár. Tí hevur Vestmanna Fiskavirki nú tikið avgerð um at keypa skip, skrivar VP. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 9 Leygardagur 16. oktober 2021 KSS besta árið nakrantíð Klaksvíkar Sleipistøð P/F, sum í dag er betri kent undir navninum KSS, hevði sítt besta ár nakrantíð í 2020. Talan er um eina fyritøku, heimahoyrandi í Klakvík, sum hevur ment seg nógv síðstu árini og sum kundi leggja ein met góðan roknskap fyri 2020 fram, sum gav 5,9 mió. kr. í ársúrsliti (Mynd: Klaksvíkar Sleipistøð) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í Klaksvík er nógv fiskivinnuvirksemi bæði á sjógvi og landi. So tað er natúrligt við einum felag sum KSS, sum í stóran mun veitir sínar tænastur til skip og virkir í nærumhvørvinum, umframt eisini til aðrar kundar í Føroyum. Virksemið hjá KSS fer annars heilt aftur til 1928 og gjørdist ein partur av stóra Kjølbro samtakinum, men sum í kreppuni fyrst í 1990 steðgaði og sum síðani var yvirtikið av starvsfólkum á skipasmiðjuni í 1994, sum róku skipasmiðjuna víðari. Í 2011 keypti Sp/f LGS allan partapeningin í skipasmiðjuni, sum síðani hevur borið navnið Klaksvíkar Sleipistøð og KSS. Um vit hyggja nærri at roknskapinum sæst, at bruttovinningurin hjá KSS í 2019 øktist úr 27 mió. kr. til 36,9 mió. kr. í 2020. Ein vøkstur á 37 prosent, sum er størsti bruttovinningur hjá felagnum nakrantíð. Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020 var 9,3 mió. kr., sum var ein vøkstur á heili 6,1 mió. kr. í mun til í 2019. Ársúrslitið í 2020 var 5,9 mió. kr. sammett við 0,7 mió. kr. í 2019. Besta árið frammanundan var í 2014, tá ársúrlitið var 4,9 mió. kr. Ti er 2020 besta ár nakrantíð hjá KSS. Fíggjarjavnin hjá KSS øktist úr 47,4 mió. kr. í 2019 til 50,6 mió. kr. í 2020. Støðisognin i 2020 er íalt 21,4 mió. kr. samanborið við 21,6 mió. kr. og ogn í umferð er 29,2 mió. kr. í 2020 í mun til 25,8 mió. kr. í 2019. Eginpeningurin hjá KSS øktist úr 17,6 mió. kr. í 2019 til 22,4 mió. kr. í 2020. Trygdarevnið í 2020 var 44 prosent, sum verður mett at verða rímiliga gott. Felagið hevur økt um langfreistaðu skuldina úr 15,7 mió. kr. í 2019 til 17,5 mió. kr. í 2020. Hinvegin er stuttfreiðstaða skuldin minkað úr 12,9 mió. kr. í 2019 til 9,3 mió. kr. í 2020. Gjaldførið hjá KSS var gott í 2020, tá hugt verður eftir lyklatølum. Munurin millum ogn í umferð, sum var 29,2 mió. kr. og stuttfreiðstaðu skuldini, sum var 9,3 mió. kr., var 19,9 mió. kr. Gjaldførislutfallið var tískil 315 prosent í 2020 sammett vð 199 prosent í 2019. KSS eigur dóttirfeløgini Búrhella Sp/f, sum leigar út loðsbát og kranabilar, og Johs Elektro Sp/f, sum er elektromekaniskur verkstaður. KSS upplýsir á síni heimasíðu, at 70 starvsfólk starvast í teirra feløgum. Skrásettir eigarar í KSS í dag eru feløgini LGS Sp/f og Kenit Sp/f. Frimodt Rasmussen er stjóri í KSS og Niclas Joensen er nevndarformaður. Harumframt sita Jón Rasmussen og Frimodt Rasmussen eisini í nevndini. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021 10 Leygardagur 16. oktober 2021 Gott ár hjá Skemmuni Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 milliónir krónur (Mynd: DJ/Google) SkrivaÐ: Sverri Egholm Skemman P/F, sum stórhandilsmaðurin Jákup á Dul Jacobsen eigur umvegis íslendska Rumfatalagurinn Ehf í Íslandi, hevði eitt av sínum allarbestu úrslitum nakrantíð, tá roknskapurin var gjørdur upp pr. 28/2-2021 fyri undanfarna roknskaparár 2020/21. Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 mió. kr. Tá ið skipsførarin og skiparin Jákup á Dul Jacobsen í seinnu helvt av 1980 unum byrjaði sítt handilsvirksemið í Føroyum, lá tað ikki beinleiðis í kortunum, at virksemið hjá honum 35 ár seinni skuldi vera í fleiri londum og verða so stórt og týðandi, sum tað er í dag. Men restin er søga, sum oftani sagt, um ein dugnaligan handilsmann, sum sá møguleikar fyrst í Føroyum, síðani í Íslandi og so eisini aðrastaðni í heiminum, við tí úrslitið í dag at sita við ovurhondsstórum handilsvirksemið heilt úr Kanada í vestri til Hvítaruslands í eystri. Men alt byrjaði sum sagt í Føroyum, har Skemman og Jákup á Dul Jaconsen fingu góða samstarvsavtalu við kenda danska stórhandilsmannin Lars Larsen sála, sum byrjaði fyritøkuna Jysk, sum Skemman og Jakup á Dul Jacobsen síðani hevur samstarva við í størri ella minni mun. Bruttovinningurin hjá Skemmuni øktist úr 15,4 mió. kr. í 2019/20 til 17,4 mió. kr. í 2020/21, sum er størsti bruttovinningur felagsins síðstu 17 árini. Vøksturin var 13 prosent. Úrslitið áðrenn fíggjarpostar, vanliga nevnt Ebitda, var 9,6 mió. kr. í 2020/21, ella 33 prosent hægri enn í 2019/20. Ársúrslitið í 2020/21, sum er úrslit eftir skatt, var 7,5 mió. kr. sammet við 5,4 mió. kr. árið frammanundan. Vøksturin er heili 38 prosent. Úrslitið fyri síðsta árið er tí av teimum allar bestu. Vit skulu heilt aftur til 2007/08 at finna eitt betur ársúrslit, sum tá var 8,7 mió. kr. Fíggjarjavnin hjá Skemmuni minkaði úr 23,6 mió. kr. í 2019/20 til 20,9 mió. kr. í 2020/21. Støðisognin er minkað úr 928 tkr. í 2019/20 til 670 tkr. í 2020/21. Ogn í umferð er fallin úr 22,6 mió. kr. 2019/20 til 20,2 mió. kr. í 2020/21. Serliga kann viðmerkjast at áogn hjá atknýttum felagið minkaði góðar 9 mió. kr. í 2020/21 og vørugoymlan úr 5,6 mió. kr. í 2019/20 til 4,4 mió. kr. í 2020/21. Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020/21, og tann stuttfreistaða skuldin minkaði úr 16,6 mió. kr. í 2019/20 til 6,4 mió. kr. í 2020/21. Ein minking á heili 61 prosent. Minkingin stavar í størsta mun frá at felagið í 2019/20 setti 11 mió. kr. av í vinningsbýtið, sum síðani er útgoldið í 2020/21. Eginognin hjá Skemmuni P/F var 28. februar 2021 í alt 14,4 mió. kr., í mun til 7 mió. kr. í 2019/20. Trygdarevnið var 69 prosent, sum verður mett at vera sera gott. Gjaldførið hjá Skemmuni var eisini stak gott pr. 28/2-2020, tá ið tann tøki peningurin var 13,8 mió. kr. samanborið við 6,5 mió. kr. í 2019/20. Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 136 prosent í 2019/20 til 315 prosent í 2020/21. Skemman heldur til við Staravegin 7 í Havn. Skemman upplýsir ikki alment um starvsfólkatal, men mett verður at starvsfólkatalið liggur millum 15 til 20. Stjóri er Dan Hansen. Nevndarformaður er Annfinn Vitalis Hansen, advokatur. Harumfarmt sita Poul Jacobsen, sum er pápi Jákup og Tórarinn Ingi Ólafsson í nevndini. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 Sambært heimasíðuni hjartastartari. fo eru 287 hjartastartari settir upp kring landið. Men tá sløkkiliðið mánadagin kannaði standin á summum á teimum, kravdi tað eina uppringing til løgregluna. Í Hoyvík var nevniliga ein hjartastartari blivin burtur, og hetta varð meldað sum stuldur. Í Kaldbak var hann ikki stolin, men hevði fingið skaða. Júst nær hetta er hent, er ógreitt, men tað verður meldað sum herverk, verður upplýst av løgregustøðini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 12 Leygardagur 16. oktober 2021 Ringdi til alarmsentralin heilar 168 ferðir upp á eina nátt Alarmsentralurin hevði úr at gera týsnáttina. Ein og sami persónur hevur órógvað arbeiðið alla náttina, og løgreglan hevur einki amboð at forða fyri hesum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Vakthavandi á løgreglustøðini hevði týsnáttina úr at gera við at taka telefonina frá einum og sama persóni Viðkomandi ringdi 168 ferðir til alarmsentralin frá midnátt og til klokkan hálvgun sjey í morgunin. Hetta kemur fyri viðhvørt, og her kann talan vera um eitt nú sinnisveik, sum meta seg hava brúk fyri hjálp. Tað var kortini ikki støðan í hesum førinum, og slíkt órógvar arbeiðinum hjá løgregluni. -Vit kundu ynskt okkum at fingið eitt amboð til at forða fyri hesum, so tey ikki fáa ringt líka ofta, og mugu fara at tosa við veitaran um hvat ber til at gera. Eisini má kannast hvørjar heimildirnar eru til hetta, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. -Hetta tekur fokus frá fólki sum ringja inn við veruligum trupulleikum, og tað gongur ikki, ljóðar av løgreglustøðini. Tað er ókeypis at ringja til 112, og tí ber til at fáa fatur á alarmsentralinum hóast pengar ikki eru á telefonini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 13 Leygardagur 16. oktober 2021 Posta burturvísti postboði av órættum Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Starvsfelagið hevur vunnið eitt rættarmál ímóti Posta um burturvísing av órættum vegna lim felagsins. Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað. -Hetta er ein stórur lætti, at vit hava vunnið málið. Nú havi eg reinsað mítt navn, sigur fyrrverandi starvsfólkið á Posta. Maðurin hevði arbeitt sum postboð í meira enn 30 ár. Fyrst í oktober 2020 helt leiðari hansara seg hava prógv fyri, at maðurin hevði snýtt Posta. Hann varð burturvístur, sum merkir, at Posta segði hann upp“ upp á standandi fót” vegna grovt mishald av tænastuni. Hann fekk tí hvørki uppsagnartíð ella uppsagnarløn. Maðurin var ongantíð hoyrdur um tey faktisku viðurskifti, sum leiðarin legði til grund fyri burturvísingini. Hann fór til Starvsfelagið, sum hansara vegna stevndi eftir endurgjaldi fyri burturvísing av órættum. Nærum eitt ár seinni er dómur sagdur í málinum, sum staðfestir, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði og ikki hevur snýtt Posta. Í dóminum sigur rætturin m. a.: • at eftir tí, sum er komið fram, má staðfestast, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði • at man ikki kann staðfesta, at maðurin hevur við tímaskrásetingini ella av órættum hevur drigið sínar arbeiðsdagar út fyri at fáa yvirtíð • at Posta visti alt um tímaskrásetingina og yvir longri tíð eisini hevur goldið honum fyri yvirtíðartímarnar uttan at seta spurnartekin við nakað • at sjálvt um maðurin í tveimum førum hevur verið burtur frá arbeiðnum til læknakanning á landssjúkrahúsinum, uttan at siga frá, og í einum føri var inni og heilsaði upp á familju til hátíðarhald, so er tað ikki nóg mikið til at staðfesta grovt mishald av tænastuni, og at henda fráveran ikki hevur ávirkað arbeiðsuppgávurnar, sum maðurin sjálvur hevur avgreitt, uttan at neyðugt varð við avloysara Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 14 Leygardagur 16. oktober 2021 Posta tekur dómin til eftirtektar Málið er harmiligt, bæði fyri fyrrverandi postboðið, fyri starvsfelagar og fyri Posta, sigur Joel undir Leitinum, stjóri Joen undir Leitinum, stjóri í Posta (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í oktober 2020, burturvísti Posta einum postboði. Fyrrverandi postboðið kærdi burturvísingina og rætturin hevur nú sagt dóm. Sambært dóminum var burturvísingin eitt ov stort stig at taka. Rætturin áleggur tí Posta at rinda uppsagnarløn og sakarkostnað. Posta hevur tikið dómin til eftirtektar og rindar fyrrverandi postboðnum uppsagnarlønina. Posta ger sostatt ikki meira við málið. -Málið er harmiligt, bæði fyri fyrrverandi postboðið, fyri starvsfelagar og fyri Posta, sigur Joel undir Leitinum, stjóri. Posta brúkar GPS tøkni í øllum akførum, soleiðis at vit vita, hvar akfør eru og kunna fortelja viðskiftafólkum, nær ein pakki verður heintaður ella útflýggjaður. Sambært vegleiðing frá Dátueftirlitinum, sum Posta fekk á fundi í juni 2016, kunnu dátur úr einum GPS ikki nýtast einsamallar hóast sterkur illgruni er um mishald av starvinum. Vegleiðingin segði, at var sterkur illgruni um mishald av starvinum, skal hetta prógvast á annan hátt, eitt nú við myndum og tímaskráseting. Er hetta stig tikið, kunnu hesir upplýsingar tá samanhaldast við dátur úr GPS skipanini. Posta hevur fylgt hesari mannagongd, og er tað einastu fer henda mannagongd er brúkt, sigur Posta í tíðindaskrivi. Posta hevur síðan gjørt nýggjar mannagongdir fyri GPS skráseting í akførum, sum eru góðkendar av Dátueftirlitinum. Hesar mannagongdir liggja tøkar á intranetinum hjá Posta. -Sum stjóri havi eg ábyrgd av, at Posta verður rikið rætt og at Posta heldur allar sáttmálar og fyrisitingar. Vit seta nú punktum við málið, sigur Joel undir Leitinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021 15 Leygardagur 16. oktober 2021 Alternativ jól í Spania–við ella uttan skíðir Fleiri av gestum okkara hava havt eitt ynski um at vitja Andalusia. Summi hava spurt um møguleikan fyri eini skíðferiu, og uppaftur onnur hava spurt okkum, um vit kunnu skipa fyri onkrum á jólum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. –Nú hava vit so valt at royna at sameina øll hesi trý ynskini SkrivaÐ: Lýsingagrein Í ár ber til hjá føroyingum at royna eini heilt øðrvísi jól í Andalusia heilt har suðuri í Spania. Sólorka, sum hendan mánaðin hevur oman fyri 500 føroyingar á vitjan á sponsku Costa Blanca, tekur í desember eitt nýtt stig. -Fleiri av gestum okkara hava havt eitt ynski um at vitja Andalusia. Summi hava spurt um møguleikan fyri eini skíðferiu, og uppaftur onnur hava spurt okkum, um vit kunnu skipa fyri onkrum á jólum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. –Nú hava vit so valt at royna at sameina øll hesi trý ynskini. Tróndur Djurhuus upplýsir, at hesaferð er talan um eina vitjan í tí framúr vakra og søguríka andalusiska býnum Granada við tí kenda Alhambra-skansanum. Her ber til at njóta arabiska dámin í seinasta spanska emiratinum, sum fall í 1492.-Droymir tú um eini hvít jól á skíðum í nakrar dagar, orna vit fyri tí, sigur stjórin í Sólorku. Vit skipa eisini fyri jólaaftanshaldi í vøkrum og søguliga spennandi umhvørvi. Tú kanst koma við út undir myrkasta himmalin í Europa við teimum túsundtals stjørnunum. Tú kanst vitja í Córdoba, sum einaferð var týdningarmesti býur í øllum Europa–og í bergtakandi og søguliga Ronda. Tú kanst gera eins og Gordon Ramsey og vitja í Riofrio, har tey ala styrjurnar, sum geva okkum heimsins besta kaviar. Jólavitjanin er frá 21. til 30. desember. Sum vant flúgva gestirnir í sólorkuflogfari-hesaferð beinleiðis millum Vágar og Granada. Teir kunnu velja millum at gista 4-ella 5-stjørnaðum hotelli. -Men tað ræður um at skunda sær, tí sølan endar í oktober, sigur Tróndur Djurhuus. Tað ber til at lesa meira her: www. solorka. fo/granada-1 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 16 Leygardagur 16. oktober 2021 Nýtt samrøðuspæl styrkir málsligu førleikarnar hjá eldri og búfólkum Samrøðuspælið, ið er nýtt føroyskt spæl til eitt nú eldri og búfólk á sambýlum, hevur sum aðalmál at stuðla upp undir samskifti, viðlíkahald av málsligum førleikum og samanhald. Fyritøkan, Tala og Hoyrn, sum Ólavur Højgaard rekur, gevur spælið út-Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá. SkrivaÐ: Tíðindaskriv-Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t. d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja hesar førleikar, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum gevur spælið út. Hann vísir á, at tað er lívsins gongd, at eldri fólk tosa minni og minni, sum tey eldast, men við at venja miðvíst, kunnu tey mótarbeiða viknandi taluni og harvið varðveita samanhaldið við onnur. Umframt at gagna teimum eldru er spælið eisini ætlað búfólkum á sambýlum, fólkum við heilaskaða og annars øllum øðrum, sum halda tað vera stuttligt at royna sítt minni við einum føroyskum myndaspæli í góðum huglagi við vinir, familju og kenningar. Ólavur Højgaard starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum, og tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki. -Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá. Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar. -Øll, ið hava talu og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum, hava tørv á einføldum loysnum at halda við líka málsligu førleikarnar, tí ov torskildar loysnir kunnu vera við til at køva tey. Tey skulu hava møguleika at liva í samskiftinum, sigur Ólavur Højgaard. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021 17 Leygardagur 16. oktober 2021 Landsstýrið letur 500.000 krónur í neyðhjálp til Afganistan Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum Dreingir á gøtunum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Tað boðaði Uttanríkis- og mentamálaráðið frá á heimasíðuni herfyri. Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin. Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara fimm prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt. Fyri einum góðum mánað síðani lat Reyði Krossur Føroya eisini eina hálva millión krónur til Afganistan. Peningurin fór til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í landinum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, fegnast um, at landsstýrið nú eisini letur pengar til Afganistan. Tó heldur hann, at tað kundi verið ein møguleiki at tikið afgansk flóttafólk til Føroya, umframt at mann hjálpir á staðnum, segði hann í Degi og Viku fríggjakvøldið. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eigur at bera til at taka flóttafólk til Føroya, og sigur hann seg sakna eina dialog um tilbúgving í sambandi við flóttafólk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021 18 Leygardagur 16. oktober 2021 Katrin Joensen-Næs fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn fyri 2021–Katrin varpar, við novellufilmi sínum“ Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært Katrin Joensen-Næs fekk ársins sálarheilsuvirðisløn á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober (Mynd: Sinnisbati) SkrivaÐ: Á altjóða sálarheilsudegnum sunnudagin, handaði Sinnisbati á fimta sinni Ársins Sálarheilsuvirðisløn. Endamálið Sálarheilsuvirðislønini er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsufremjandi. Møguligt var at koma við uppskoti til, hvør hevði uppiborið ársins sálarheilsuvirðisløn. Síðani avgjørdi ein óheft dómsnevnd, hvør skuldi fáa heiðurin, og í gjár varð virðislønin so handað á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober. Hetta varð hátíðarhildið í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Í ár valdi dómsnevndin, at Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina. Tað var Sinnisbati Ung, sum í ár handaði virðisløninia. (Mynd: Sinnisbati) Í grundgevingini verður sagt: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður latin Katrin Joensen-Næs: Katrin Joensen-Næs hevur við sínum listarliga arbeiðið varpað ljós á lívið við sinnisligari sjúku við serligt denti á teimum, ið standa nær; tey avvarðandi. Katrin varpar, við novellufilmi sínum“ Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært. Leikluturin hjá tí, ið stendur hjá, verður ofta lýstur sum hjáleiklutur í frásøgnum um lívið við sinnsligari sjúku og órógv, men í hesum filmsverkinum dregir Katrin myndatólið mótvegis tí avvarðandi, sum í støðum kann kenna seg bæði mát- og ráðaleysan. Í filmsverkinum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd og rúmd at verða í teimum kenslunum, ið kunnu verða, tá ein elskaður lýðir av álvarsligari sinnisligari sjúku. Katrin gevur tí avvarðandi loyvi at kenna tær kenslur, ið kunnu vísa seg: einsemi, vreiði og sorg. Samstundis sum hon lýsir áhaldandi og treytaleysan kærleika, gleði og vón. Katrin Joensen-Næs hevur við filmsverkinum“ Ábyrgd” latið upp eina dyr, sum í mong ár einans hevur staðið á glopp. Hon hevur við nøkur av teimum førandi føroysku filmsfólkunum, verið við at skapa eina trúliga mynd av, hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi. Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 19 Leygardagur 16. oktober 2021 Mest álit á løgregluni-minst á politisku flokkunum Nýggj álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum vísir, at føroyingar hava mest álit á løgregluni og minst á politisku flokkunum. 72 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á Fróðskaparsetrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, stendur á odda fyri eini verkætlan, sum kannar fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi. Í mai og juni mánaði varð kannað, hvussu stórt ella lítið álit føroyingar hava á ymsu stovnunum og myndugleikunum her á landi. Millum 7-og 800 fólk vórðu spurd, og tað er greiningarfyritøkan, Lóður, sum hevur savnað dáturnar inn fyri Setrið. Fólk vórðu biðin um at viga síni svar og siga, um tey hava stórt, nokkso stórt, ikki serliga stórt ella einki álit á stovnunum og myndugleikunum á listanum, og ein svarmøguleiki var, at tey ikki vita. Úrslitið er, at løgreglan hevur mest álit millum tey spurdu, síðani koma dómstólarnir, Fólkakirkjan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, fakfeløg, Búskaparráðið, Kringvarp Føroya, landsins stjórn, samkomur/fríkirkjur, Løgtingið, stórar fyritøkur, bankarnir, miðfyrisitingin, privatu miðlarnir og politisku flokkarnir. Hesi tølini líkjast miðlakanningum í okkara grannalondum, har álitið á almennum public service-stovnum í meðal er hægri enn álitið á privatum miðlum. Hinvegin mangla vit systematiska gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí er brúk fyri fleiri kanningum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 20 Leygardagur 16. oktober 2021 Færri skúlabørn í ár enn fyri fimtan árum síðani Hóast stóran fólkavøkstur, er talið á næmingum í fólkaskúlanum í dag minni enn tað var fyri fimtan árum síðani–Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum, men í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi (Savnsmynd) SkrivaÐ: Næmingatalið í fólkaskúlunum í ár er minni enn fyri fimtan árum síðani, vísa hagtøl hjá Hagstovuni. Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300, men fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600. Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum, men í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi. Í sama tíðarskeiði var tó stórur vøkstur í forskúlaflokkum og serflokkum. Frá 1. juli 2005 til 1. juli 2015 vaks samlaða fólkatalið í Føroyum við 540 fólkum. Kortini minkaði næmingatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið við 361 børnum. Nógv størsta minkingin var í framhaldsskúlunum við 415, og í barnaskúlanum, 1.-7. flokk, minkaði talið við 73 børnum. Tilsamans er talan um eina minking við 488 børnum. Móti hesum var ein vøkstur í forskúlaflokkum við 117 børnum. Tey næstu seks árini (1. juli 2015-1. juli 2021) vaks samlaða fólkatalið við 4.500 fólkum. Kortini vaks næmingatalið í fólkaskúlanum bert við 100 børnum. Allur vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum við 270 næmingum, meðan tað minkaði í barnaskúlanum við 128 og framhaldsskúlanum við 41. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 21 Leygardagur 16. oktober 2021 Fólkatalið vaks við 854 seinasta árið 1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum–Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent í mun til 1. september í 2020 (Savnsmynd: Hagstovan) SkrivaÐ: 1. september 2021 búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør–ein vøkstur á 1,6 prosent. Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4 prosent, skrivar Hagstovan. Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av eini nettoflyting á 551 fólk og einum burðaravlopi á 303. Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni seinasta árið enn undanfarna tíðarskeið, sambært Hagstovuni. Meira enn helvtin úr høvuðsstaðnum Av teimum 854, sum løgdust afturat hetta seinasta árið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu. Tó vaks fólkatalið lutfalsliga mest í Nes kommunu. Har vaks tað við 3,7 prosent, ið er 51 fólk. Størsta afturgongdin var hinvegin í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6 prosent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 22 Leygardagur 16. oktober 2021 Articon átti lægsta boðið at byggja út á Giljanesi Tilboðið hjá Articon uppá 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi var 34,8 milliónir krónur (Mynd: Vága kommuna) SkrivaÐ: Í august varð 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út, og fríggjadag seinnapart var lisitatión á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági. 2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m. a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1. byggistigi, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra. Arbeiðið sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, og fýra tilboð komu inn, skrivar Vága kommuna. Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp, og greitt var, at Articon átti lægsta tilboðið á 34.836.106,00. Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J & K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari, og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21. -Vit komu úr Norra við skervi og salti. Tey 2500 tonsini av grúsi og skervi, løgdu vit upp í Klaksvík týsdagin; og nú liggja vit á Runavík og lossa 1000 tons av salti. Tað segði Mainhard Danielsen, skipari, á Hav Vestlandiu, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í mikudagin. -Tá vit eru lidnir at lossa í Runavík, verður kósin sett móti Stavanger. Har skulu vit lasta 3000 tons av mjøli til Myre í Norðurnorra, sigur hann. (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)-Tað er ov mikið at sigla við; so tað er gott. Vit sigla nógv við mjøli til alifóðurframleiðslu, men sigla eisini við sandi, skervi, skrotti og øðrum, sigur hann. -Vit sigla nógv í Skandinavia, men gera eisini túrar til Hollands, Týsklands og onnur lond. Síðstu mongu mánaðirnar hevur skipið siglt mest í Norra, og so er onkur túrur til Føroya av og á. Vit eru seks vikur umborð og hava so frí í seks vikur, og vit eru sjey mans umborð í senn, sigur Mainhard Danielsen. Nevnast kann eisini, at fyri stuttum varð Mainhard heiðraður fyri at hava siglt hjá reiðarínum í 20 ár. Frá sjómanstrúboðaranum fekk manningin millum annað ein geyma við 70 videoupptøkum av“ Syngið við” sangum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 24 Leygardagur 16. oktober 2021 Eitt ár síðani Hiddenfjord gavst at flúgva laks: CO2-útlátið minkað 94% 10. oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. Úrslitið er, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum–Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks. –Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. Ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. Útlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaða CO2-útlátinum í heiminum. Ein kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020, vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meira CO2 samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis. At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva. Hetta hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti. –Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. –Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri. HER sæst ein filmur, ið er framleiddur í sambandi við dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síni CO2-útlát. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 25 Leygardagur 16. oktober 2021 Nýggi orkuráðharrin: Halda somu oljukós sum higartil Nýggi landsstýrismaðurin í orkumálum fer at halda fram við sama oljuleitipolitikki sum bæði undanmaðurin og undanfarin landsstýri Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis, vinnu- og orkumálum, her stæddur í grøna umhvørvinum í Norðurlandahúsinum, ætlar sær at halda fram á somu kós á oljuøkinum sum undanmaðurin eins og undanfarin landsstýri. Mynd Jan Müller SkrivaÐ: Tað fara ikki at verða gjørdar stórvegis broytingar í verandi orkupolitikki á oljuleitiøkinum nú eftir, at nýggjur landsstýrismaður hevur tikið við í Tinganesi. Magnus Rasmussen sigur við oljan. fo, at hann fer at fylgja sama leisti framhaldandi at lata dyrnar standa opnar hjá útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Magnus Rasmussen var sum borgarstjóri í Runavík við til at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiøki á fleiri oljumessum í útlandinum. Mynd Jan Müller Drúgvar royndir á oljuøkinum Sum fyrrverandi borgarstjóri í tí kommununi, sum hevur hýst allari føroyskari oljuleiting seinastu 20 árini, hevur Magnus Rasmussen drúgvar royndir og innlit á hesum vinnuøkinum. Umframt at leggja lunnar undir og hýsa leitivirkseminum í Runavík øll árini leitað varð eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur landsstýrismaðurin eisini útvegað sær holla vitan og royndir frá vitjanum í útlandinum til eitt nú oljumessur í bæði Norra og Skotlandi. Eitt er at hava staðið á dekkinum í hesi spennandi tíð, annað er brádliga at koma uppá brúnna tvs. í landsstýrið at standa á odda fyri, hvat nú skal henda á oljuleitiøkinum. Undanmaðurin, Helgi Abrahamsen, tók við sum landsstýrismaður í eitt nú oljumálum, tá nýggj samgonga gjørdist veruleiki eftir seinasta val. Og hann gjørdi ikki mætari enn at byggja á herðarnar hjá undanfarnu samgongu og tess landsstýrismanni, nevniliga at hava dyrnar opnar fyri leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Og júst tað sama hendir, nú landsstýrismaðurin eitur Magnus Rasmussen. Hóast hann raðfestir grøna orkuskiftið, minkandi útlát, eitt reint umhvørvi og ein meira burðardyggan heim, hevur hann sett sær sum mál at kunna seg væl um henda partin av orku- og vinnupolitikkinum, sum snýr seg um framtíðar føroyska oljuleiting eisini, soleiðis at tær avgerðir, sum skulu takast í framtíðini, byggja á skilagóða og neyva fyrireiking. Magnus Rasmussen kennir tað sum eina sera stóra ábyrgd at skula umsita vinnu-orku- og umhvørvismál alt um somu tíð. Her ræður um at hava bæði beinini trygt á jørðini og fara hóvliga men miðvíst fram og ikki minst um at hava eygu opin fyri eitt nú øllum tí, sum fer fram rundan um okkum. Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavík, tá risastórur boripallur varð umvældur á Skálafjørðinum. Her takkar hann stjóranum á MEST fyri væl útint arbeiði. Mynd Jan Müller Varðveita og menna leitiskipan Tá oljan. fo setir honum spurningin, hvørjar broytingar–um nakrar-hann kann hugsa sær at gera á oljuleitiøkinum, nú tað hevur víst seg, at eingin ítøkiligur áhugi hevur verið fyri at bjóða uppá leitiøki í teimum seinastu útbjóðingunum, sigur hann, at í útgangsstøðinum fer hann at byggja víðari á tað, sum hevur verið. Men nú eingin umsókn kom hvørki í 4. ella 5. útbjóðing, er so møguligt, at tað fara at vera gjørdar broytingar í eitt nú treytunum–fyri at fáa oljufeløgini at koma henda vegin? -Nú eri eg nýggjur í Tinganesi og umsiti nógv málsøki. Men eg fari sjálvandi at hyggja neyvt eftir, hvat er farið fram á hesum økinum, og hvat møguliga kann gerast uppaftur betri. Við hesum sipar hann til tær treytir, sum liggja til grund fyri leitingini. Landsstýrismaðurin hevur lagt til merkis, at landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu, tá hann kunngjørdi 5. útbjóðingina, gjørdi onkrar broytingar í treytunum við tí fyri eygað at gera tað bæði lættari og meira hugaligt fyri feløgini at koma til Føroya at leita. -Eg fari nú saman við mínum góðu fólkum í Vinnumálaráðnum og eisini restini av landsstýrinum at vita, um vit skulu til at fremja onkra endurskoðan av loyvistreytunum aftrat. Grøna skiftið síggjast aftur í oljuleitingini Tá hetta er sagt, so er landsstýrismaðurin eisini sannførdur um, at grøna orkuskiftið og prátið um at minka um útlátið skal eisini síggjast aftur í leitipolitikkinum og harvið eisini í bæði leiti-, útbyggingar- og framleiðslutreytunum. -Vit síggja, hvussu londini rundan um okkum seta oljufeløgunum størri krøv í sambandi við at minka um útlátið við eitt nú at reka oljupallar við streymi frá t. d. vindmyllum, og í heila tikið at fylgja gongdini innan grøna orkuskiftið. Tað er nakað eg fari at hyggja nærri at og kanna, hvussu tað skal síggjast aftur í eitt nú okkara framtíðar leiti- og framleiðslutreytum eisini. -Vit hava sum sagt onga ætlan at gevast við oljuleitingini, sum undanfarin landsstýri eisini hava tikið undir við. Men eg fari sjálvandi at hava eitt vakið eygað við, hvat hendir í okkara grannalondum og í heiminum sum heild. Fyri eitt nú Norra og Bretland hava olja og gass alstóran týdning fyri bæði arbeiðsplássini og inntøkur til samfeløgini. Og vit vita, at hóast heimurin roynir at gerast meira grønur, so fer heimurin at hava tørv á olju og gassi í fleiri áratíggju aftrat. Vit eiga eisini at gera okkum greitt, at ein stórur partur av hesum ráevnum verður eisini brúktur til at framleiða alskyns lutir og vørur, sum vit øll hava gagn av, og sum heimurin hevur tørv á. Skaptu grundarlag fyri oljuleiting Magnus Rasmussen, sum hevur fylgt føroysku oljutilgongdini í mong ár, heldur fyri, at vit eiga ikki at gloyma tað stóra arbeiði, sum okkara dugnaligu embætisfólk og politikarar gjørdu fyri at fáa Føroyum týðandi avtalur við fyrst danir og síðani bretar um undirgrundina og markið. Umframt at gera Føroyar størri, so vóru hesar avtalur eisini grundarlagið fyri at fara undir oljuleiting við Føroyar og harvið finna fram til, um okkara undirgrund goymir eitt orkutilfeingi, sum heimurin fer at hava tørv á í mong ár aftrat. At hava hesa vitan, tá og um tíðirnar gerast ringar, kann somuleiðis hava stóran týdning. Landsstýrismaðurin ímyndar sær eisini, at møgulig kolvetnisfund á føroyskum øki kunnu koma at gagna tí grøna skiftinum. Inntøkur frá hesum kunnu vera við til at fremja grøna skiftið eisini eins og royndir, vitan og fíggjarliga styrkin hjá oljufeløgum í dag longu kunnu gagna tí grøna skiftinum. Her økið, sum er boðið út til oljuleiting við Føroyar. Kelda Jarðfeingi Áhugaverd gongd við markið Landsstýrismaðurin, sum eisini hevur roynt at fylgja oljutilgongdini í okkara næsta grannalag, í bretskum øki, heldur tað er spennandi at fylgja við, hvat fer at henda við markið, nú útbygging av stórari oljukeldu er í stoypiskeiðini. -Sum eg havi skilt tað, so er ætlanin hjá oljufeløgum at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta meti eg fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Tí tá kunnu sjálvt smærri fund á føroyska landgrunninum møguliga útbyggjast við at binda í undirstøðukervið hinumegin markið. Tað er so nakað, sum Magnus Rasmussen, ið umsitur vinnumál eisini, fer at hava eitt vakið eygað við, tí slík gongd kann vónandi eisini fáa týdning fyri føroysku veitingarvinnuna, nú framtíðar virksemi á bretskum øki er so stutt frá Føroyum og harvið kann skapa arbeiðsmøguleikar fyri vinnuna her eisini. Hann hevur eisini merkt sær, at føroyska Sjóvinnufelagið sær stórar møguleikar í hesum økinum, tí útbyggingar beint hinumegin markið kunnu seta fleiri ringar í sjógvin fyri føroyskar veitingarfyritøkur eisini. Ætlanin hjá oljufeløgum er at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta metir landsstýrismaðurin fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Her sæst oljukeldan Cambo beint við føroyska markið og gassleiðing til Hetlands. Góðynski til føroyingar í olju- og frálandsvinnuni Nú prátið gongur um møguleikar í olju- og frálandsvinnurini, so hevur landsstýrismaðurin eisini vónir um, at tað fer at ganga væl hjá teimum mongu føroyingunum, sum í dag arbeiða eitt nú á landi í norsku oljuvinnuni og eisini á sjónum umborð á okkara egnu og útlendskum frálandsskipum. Ber so til at skapa nýtt virksemi úr teimum møguleikum, sum nú koma undan kavi á markinum millum Føroyar og Bretland, so kann tað bara vera gott fyri Føroyar heldur landsstýrismaðurin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021 26 Leygardagur 16. oktober 2021 Minni vindferð medvirkandi til orkukreppu Mátingar av vindmegini vísa, at hon hevur verið 15% lægri í ár, og tað kann hava skundað undir orkukreppuna SkrivaÐ: Undir yvirskriftini“ Europe’ s electricity generation from wind blown off course” umrøður høgt virda blaðið The Financial Times í gjár broyttu vindorkutilgongdina í Evropa. Blaðið skrivar, at vindstyrkin í norðara partinum av Evropa er minkað við 15% í meðal í tíðarskeiðinum frá januar til september í ár. Orsøkin er óviss siga vísindamenn, men ein møgulig frágreiðing er tað, sum verður nevnt“ global stilling”. Hetta fyribrigdið stavar frá lækkandi vindmegi, sum helst stavar frá veðurlagsbroytingum. Hagtøl vísa, at meðal vindferðin á landi er lækkað seinastu ártíggjuni, so hetta er ikki nakað, sum brádliga er íkomið. Sunnudagin nevndi bretski ráðharrin fyri handli og orku, Kwasi Kvarteng í samrøðu við BBC, at ein medvirkandi orsøk til núverandi gasskreppuna, er nettupp staðfestingin av, at vindorkuframleiðslan hevur verið óvanliga avmarkað. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 27 Leygardagur 16. oktober 2021 Equinor: Leggur fram grøna orkuætlan fyri 350 mia. kr. Stóra grøna orkuætlanin fer at kosta 350 mia. kr. komandi 10 árini og ætlar Equinor at standa fyri 100 mia. kr. Ein týðandi partur av grønu orkuætlanina, sum Equinor hevur lagt fram, er at menna havvindorku, sum skal elektrifisera olju- og gasspallar í Norðsjónum, iå standa fyri tí størsta útlátinum. SkrivaÐ: Norska orkufelagið Equinor hevur nærum ongantíð forvunnið so nógvan pening sum júst nú. Og tað kann felagið ikki minst takka gassframleiðsluni, sum fyritøkan stendur fyri og sum í løtuni alstórur eftirspurningur er eftir fyri methøgan prís. Og nú íløgur skulu gerast í framtíðina, og norska felagið ynskir at vera bæði svart og grønt, so hevur leiðslan í felagnum júst avgjørt at brúka 100 mia. kr. komandi 10 árini til grøna orkuskiftið. Hetta skal so vera partur av eini ætlan uppá íløgur fyri 350 mia. kr. Tvs. peningur, sum m. a. er forvunnin gjøgnum framleiðslu av olju og gassi skal nú koma grøna orkuskiftinum til hjálpar. Ikki minst verður her hugsað um at menna tøknina, sum skal vera grundarlagið undir framtíðar grønu orkuni. Fram til 2035 skal Equinor broytast frá at vera veitari av olju og gassi, til at gera eitt orkufelag men framhaldandi byggja á virðini og náttúrugivnu fortreytirnar í Norðsjónum. Hetta skrivar norska heimasíðan E 24. Equinor, sum longu hevur lagt seg eftir at menna og útbyggja vindorkuna til havs, sigur, at møguleikar eru eisini fyri at goyma CO2 í stórum goymslum undir havbotninum. Samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal og leiðarin fyri nýggjum verkætlanum Henriette Urdrum. Mynd E 24 Hetta er tað, sum størsta fyritøkan í Norra ætlar sær at takast við í framíðini. Øll henda risaætlan byggir á fýra bein: Minka um útlátið og útreiðslurnar í olju- og gassframleiðsluni, leggja enn størri dent á havvind, skapa ein marknað fyri vetni (hydrogen) og bjóða fram flutning og goymslu av CO2. -Okkara endamál er at røkka netto null í útláti í 2050 og gerast tað leiðandi felagið innan grøna orkuskiftið, sigur stjórin Anders Opedal, men leggur aftrat, at hetta megnar felagið ikki einsamalt. Opedel sigur hetta í eini samrøðu við norska blaðið VG. Hann sigur, at Equinor skal byggja á tess traditiónir og søgu og tess evni at umseta tøkni til stórar verkætlanir. -Vit eru longu í gongd við at menna havvind og varandi orku, og so skulu vit eisini megna at flyta og goyma CO2 eins og menna vetni sum nýggj arbeiðsøki sigur samtaksstjórin í Equinor. Felagið hevur longu leingi ligið á odda í arbeiðinum at menna havvindorku í Norðsjónum. Hetta skal nú mennast meira. Streymurin frá havvindi skal kunna brúkast til at elektrifisera pallar á landgrunninum, sum t. d. Hywind Tampen ella koma frá meginlandinum og flytast út til framleiðandi pallarnar í Norðsjónum. Men ein fortreyt er tann, at netið til havs verður fíggjað og útbygt av Statnett og øðrum sigur felagið. Equinor hevur áður sagt, at tað ætlar at minka um útlátið við fimm mió. tonsum av CO2 innan 2030, og her er elektrifiseringin mest týðandi amboðið til tess at røkka á mál. Frá 2030 hevur Norra møguleika at økja um sína framleiðsluorku, sum svarar til fimm ferðir meira streym frá havvindi enn tørvur er á landgrunninum. Tá kann havvindur gerast ein týðandi framleiðari av streymi, sum kann nýtast á meginlandinum ella útflytast. Hetta sigur verkætlanarstjórin hjá felagnum Henriette Undrum við VG. Umframt havvind verður flutningur og goymsla av CO2 eitt av nýggju kjarnuøkjunum hjá Equinor, sum metir, at tað kunnu skipast 10 til 15 CO2 goymslur undir Norðsjónum, sum kunnu nøkta tørvin hjá mongum ídnaðarfyritøkum í Evropa, ið vilja sleppa av við útlátið. Men tað verður ikki steðgað við hesum báðum menningarøkjunum, havvindi og CO2 goymslu. Equinor fer eisini at menna vetni, sum felagið metir fer at vera ein týðandi orkukelda í framtíðini. Talan er um kalt blátt vetni, ið byggir á nátúrgass. Bæði ES og Bretland tosa nógv um at brúka vetni í framtíðini. Í løtuni tosar Equinor við kundar í Bretlandi, sum vilja vera partur av vetnismenningini. Eisini stálídnaðurin og aðrir ídnaðarkundar vilja hava vetni. Her er Equinor í eini serstøðu, tí felagið kann bæði framleiða nátúrgass, sum skal nýtast í vetnisframleiðsluni, umframt at goyma CO2 útlátið frá hesi framleiðsluni undir Norðsjónum. Men hetta hevur skund sigur norski stjórin og vísir til, at eisini fleiri onnur lond eru farin at leggja seg á vetnisleiðina. Men fortreytin fyri at alt hetta kann eydnast er, at eisini onnur feløg og fyritøkur og eisini tað almenna vera partur av menningi. Í Norra hava bæði LO og NHO sagt vera vera við. Nú fer so innbjóðingin víðari til aðrar tættir í samfelagnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 28 Leygardagur 16. oktober 2021 Vindorka skal minka um útlátið í oljuvinnu Bæði í Norra og í Bretlandi verður arbeitt við at menna vindorkuna til tess at veita streym til olju- og gasspallar-fyri at minka munandi um CO2 útlátið Bæði í Bretlandi og í Norra verður nú av álvara tosað um at raðfesta menning av vindorkuni, sum skal kunna veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Hetta fer at fáa alstóran týdning fyri at minka um útlátið í oljuvinnuni. SkrivaÐ: Bretski olju- og gassmyndugleikin, 0 GA hevur avgjørt at lata 10 mió. kr. sum stuðul til tann, sum kann koma við bestu ætlanunum til at elektrifisera tvs. veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Endamálið við hesi verkætlanini er at skunda undir arbeiðið at reka alla olju- og gassframleiðslu við streymi frá eitt nú vindmyllum til lands og til havs. Hesir pallar verða í dag riknir við gassi ella diesel frá egnari framleiðslu og hevur tað stórt útlát við sær. Hetta er eisini nakað, sum verður raðfest sera høgt í Norra, har m. a. Equinor hevur tikið stig til eina milliarda ætlan á grønu kósini, sum m. a. miðjar móti loysnum, sum kunnu elektrifisera oljupallar. Stigtakararnir til ætlanina vilja finna fram til bestu loysnirnar bæði tøkniliga, verkliga og handilsliga til at gera elektrifisering til veruleika. Vinnandi hugskotini fáa lut í teimum 10 mió. kr., sum eru settar í grunnin, innan 1. apríl 2022. Sjálvur raksturin av oljupallum stendur fyri tveimum triðingum av útlátinum frá olju- og gasspallum. Roknað verður við, at verða olju- og gasspallar riknir við orku frá antin streymkaðalum úr landi ella frá eini havvindorkulund nærhendis, so kann tað minka so mikið munandi um CO2 útlátið, sum svarar til árliga útlátið frá øllum húsarhaldum í einum býi á stødd við Liverpool. Í Hetlandi verður nú av álvara arbeitt við at menna vindorkuna m. a. til at kunna veita streym til mongu oljupallarnar bæði eystan og vestan fyri Hetland og eisini til grønar orkuætlanir so sum menning av vetni. At oljufeløg fara at keypa streym frá vindorkufeløgum kann eisini vera við til at stuðla uppundir framleiðsluna av varandi orku so sum vindorku. Stjórin í OGA, Oil and Gas Authority, Andy Samuel sigur í eini viðmerking, at elektrifisering av olju- og gassfeltum er ein týðandi partur av loyvunum hjá ídnaðinum at liva upp til krøvini um málið at minka um útlátið, sum finst í nýggja sáttmálanum millum vinnuna og myndugleikarnar í Bretlandi,“ The North Sea Transition Deal”. Hetta er eisini ein einastandandi góður møguleiki hjá ídnaðinum at stuðla menningini av vindorku til havs við eitt nú nýggjum insfrastrukturi, sum fer at vara langt inn í framtíðina og eisini aftaná olju og gass. Avgerðin hjá oljumyndugleikanum at seta 10 mió. kr. í grunn til at finna loysnir innan elektrifisering av oljupallum kemur eftir, at stjórnin hevur bundið seg til samstarvsavtalu við vinnuna, The North Sea Transition Deal, sum skal stuðla upp undir komandi byrjanina til at útgera og reka pallar við vindorku. Bretski ráðharrin fyri orku og klimabroytingum, Greg Hands, sigur:-Við okkara kolveltandi North Sea Transition Deal, hjálpa vit olju- og gassvinnuni í skiftinum til eina framtíð við lægri útláti. Nýggi grunnurin við hesum 10 mió. kr. vísir, at vit vilja taka stig á leiðini, so vinnan kann menna infrastrukturin fyri harvið at kunna minka um útlátið frá framleiðsluni í Norðsjónum. -Ikki bert fer hetta at hjálpa olju- og gassvinnuni at minka um teirra útlát, hetta kann eisini vera við til at stuðla teimum, sum vilja menna vindorku til havs, sum harvið geva sítt íkast til grøna skiftið-við grønari tøkni og varandi orku í Bretlandi. OGA hevur arbeitt sera virkið við at marknaðarføra elektrifisering í oljuvinnuni í økjum í Norðsjonum og vestanfyri Hetland og hevur fingið fyristøðufeløg, ið standa fyri framleiðslunum, at arbeiða saman og skipa fyri verkstovum saman við orkusektorinum og hava harvið roynt at eggja oljufeløgunum at skunda undir gongdina. At elektrifisera oljupallar er ein týðandi partur av arbeiðinum og visiónini hjá OGA um eitt integrerað orkubaseng í Norðsjónum: Við ymsum sløgum av elektrifisering, við at fanga og goyma av CO2, við havvindi og vetni, miðjar OGA ímóti at kunna minka um útlátið við 60%, sum aftur skal tryggja at rokkið verður á mál við net-zero útláti í 2050. Bæði vinnan og stjórnin í Bretlandi halda, at samstarv millum eitt nú olju- og gassfeløgini og vindorkufeløgini kann hava alstóran og ítøkiligan týdning fyri at fremja grøna skiftið. Tað er greitt, at tað eisini verður fylgt væl við frá føroyskari síðu, hvat fer at henda við grøna skiftinum og framhaldandi olju- og gassframleiðslu eystan fyri Føroyar. Hvør veit, um tað kemur tann dagur, tá vindorka í føroyskum havøki kann vera partur av elektrifiseringini av olju- og gasspallum eystan fyri markið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 29 Leygardagur 16. oktober 2021 Greenpeace fær ikki viðhald at steðga oljuframleiðslu Ein dómstólur í Skotlandi vísir aftur Greenpeace kravi um at steðga oljuframleiðslu á Vorlich leiðini í Norðsjónum SkrivaÐ: Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace vildi hava rættin at taka aftur loyvi frá oljufeløgunum BP og Ithaca at framleiðla olju á nýggjari oljuleið eystan fyri Aberdeen. Oljuvinnan í Skotlandi tekur sum vera man væl ímóti avgerðini, sum hon metir kann fáa týdning fyri aðrar oljuleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Eitt nú verður hetta stigið mett sum eitt gott tekin fyri góðkenningina av stóru oljuleiðini við føroyska markið, Cambo, sum bíðar eftir endaligu góðkenningini av útbygging. Víst verður eisini á, at um rætturin hevði tikið kravið frá Greenpeace til sín og tikið aftur framleiðsluloyvið frá teimum báðum oljufeløgunum, tá hevði hetta kunnað verið ein verulig hóttan móti øllum teimum mongu útbyggingum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum eru í stoypiskeiðini. Greenpeace fór í rættin við Vorlich, tí tað metti, at stjórnin hevði forbrotið seg móti lógum, sum skulu verja veðurlagið. Í dómsúrskurðinum segði dómarin, at talan var ikki um lógarbrot, tá oljufeløgini fingu grønt ljós at byggja oljukelduna út fyri tveimum árum síðani. Greenpeace sigur í eini viðmerking til dómin, at hann er ein sigur fyri olju- og gassídnaðin. Tey fara at appelera dómin til hægri rætt. Málið fær nógva umrøðu í flest øllum miðlum í Bretlandi, tí úrskurðurin kemur beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í næstum. Har er tvídráttur millum øðrumegin umhvørvisfelagsskapir og hinumegin vinnuna. Umhvørvisfólk siga, at myndugleikarnir eiga ikki at geva loyvi til oljuútbyggingar, tí tað gongur beint ímóti veðurlagspolitikkinum. Vinnan sigur, at Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verða ongar útbyggingar loyvdar, so fer landið at vera bundið at innflutningi av olju úr londum, sum als ikki halda seg til minstakrøvini til útlát. At nokta útbyggingum fyri at skerja útlátið í Bretlandi vil bara hava við sær, at útlátið verður flutt til onnur framleiðandi land, sum als ikki fremja skerjingar av útlátinum. Í løtuni liggur Cambo útbyggingin og aðrar líknandi útbyggingar í hondunum á oljumyndugleikanum OGA og í síðsta enda í hondunum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra. Umboðsmaðurin fyri felagið hjá bretsku oljuvinnuni, Mike Tholen, sigur í eini viðmerking til dómsúrskurðin, at hann er ein sigur fyri skilvísi og orkutrygd. -Um rætturin hevði avgjørt at steðga slíkari framleiðslu, í eini tíð har Bretland tørvar bæði olju og gass, tá hevði hetta kunnað fingið fylgjur fyri samfelagið, vinnuna og framtíðina. Tað hevði skapt ótryggleika hjá teimum mongu hundrað fyritøkunum, sum arbeiða í vinnuni. Ein sigur til Greenpeace hevði tí verið ein stórur ósigur fyri flest øll onnur, sum vilja medvirka til orkutrygd og til grøna umskiftið. Víst verður á at ein úrskurður til frama fyri Greenpeace hevði kunnað skapt fordømi fyri aðrar útbyggingar so sum Cambo, Rosebank og Clair South. Hetta eru alt oljukeldur, sum liggja eystan fyri Føroyar. Nú kann avgerðin vera við til at rudda slóð fyri umrøddu útbyggingum. Tað er tó framvegis óvist, tí trýstið á myndugleikarnar at sýta fyri nýggjum útbyggingum, er sera stórt í løtuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 30 Leygardagur 16. oktober 2021 Hagstovan: Stívliga 500 fleiri løntakarar í september Talið á løntakarum í september 2021 var um 27.400–Talan var um 14.000 menn og 13.400 kvinnur (Savnsmynd: Hagstovan) SkrivaÐ: Talið á løntakarum í september var góð 27.400, ið er stívliga 500 fleiri enn sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan. Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir tó, at vøksturin í løntakaratalinum seinastu mánaðirnar hevur verið avtakandi. Í september vóru um 14.000 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn í september í fjør. Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum, sæst, at vøkstur er í privatu tænastuvinnunum, meðan vøksturin í greinini "almennari o. a. tænastu" er steðgaður upp. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 31 Leygardagur 16. oktober 2021 20 ár sum umsjónarmaður 1. oktober var hátíðarhald í Sunda kommunu í sambandi við, at Sverri Thomsen hevði 20 ára starvsdag (Mynd: Sunda kommuna) SkrivaÐ: Fríggjadagin 1. oktober hevði Sverri Thomsen 20 ára starvsdag sum umsjónarmaður hjá Sunda kommunu. Hetta varð hátíðarhildið við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju í skúlanum í Hósvík. Tekniski leiðarin í kommununi, Lillian Jacobsen segði nøkur orð og handaði Sverra eina gávu, skrivar kommunan á heimasíðuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021 Stjórin í Altjóða orkustovninum IEA, Fatih Byrol, vil hava heimsins ríkastu tjóðir at brúka nógv fleiri pengar til at menna varandi orku-eisini í menningarlondunum SkrivaÐ:-Vit gera ikki nógv mikið til tess at nøkta framtíðar orkutørvin, sigur Fatih Birol, stjóri í IEA og sipar her til manglandi íløgur í varandi orku. Stovnurin hevur júst givið út enn eina frágreiðing um orkustøðuna í heiminum,“ World Energy Outlook”. Hann sigur, at ótryggleikin skapar gróðrarbotn fyri eini sera óstøðugari tíð fyri framman. Sosialu og búskaparligu fyrimunirnir við at skunda undir menningina av varandi orkukeldum eru stórir, og lata vit bara standa til, so fara útreiðslurnar at vera sera stórar, sigur hann. Seinasta IEA frágreiðingin, sum oftani kemur við tilmælum til bæði tað almenna og privata, kemur nakrar fáar vikur undan komandi veðurlagsráðstevnuni Cocp 26, sum verður í Glasgow um mánaðarskiftið. IEA skrivar, at hóast stór framstig verða gjørd at menna varandi orkuna, eitt nú setti 2020 met við nýggjum elriknum akførum, so er framgongdin við reinari orku framvegis alt og lítil til tess at minka munandi um CO2 útlátið fyri at røkka eina avmarkan í hitavøkstrinum uppá 1,5 stig, sum varð avtalað í París í 2015. Umframt politiska viljan at gera nakað, so staðfestir IEA, at tríggjar ferðir størri íløgur mugu gerast í varandi orku komandi 10 árini enn higartil. Stovnurin reksar upp fleiri ymiskar støður í framtíðini. Í einum føri fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2025, og eftir tað fram til 2050 minka til 70 mió. tunnur um dagin. Í eini aðrari støðumeting fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2030 osfr. Men til tess at kunna røkka“ Nett Zero Emissions” málinum í 2050, og sum varð samtykt í Parísavtaluni, má oljunýtslan ikki vera hægri enn 25 mió. tunnur um dagin í 2050-í mun til tær umleið 95 mió. hon er í dag. Og við slíkari støðu verður roknað við, at tað ikki verður neyðugt við nýggjum olju- og gassútbyggingum. Hvat viðvíkur eftirspurninginum eftir gassi, so fer hann undir øllum umstøðum at vaksa komandi fimm árini men eftir tað eru óvissurnar stórar. Skal eydnast at røkka nett zero málinum í 2050 má framleiðslan av varandi orku undir øllum umstøðum vera millum 40 og 70% og í onkrum føri enn hægri. Í dag er hon 10%. Stjórin í IEA, Byrol segði í samrøðu við BBC á middegi, at hann vónar, at serstakliga tær ríkastu tjóðirnar í heiminum fara at ganga á odda á komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í næstum og binda seg til at brúka hundraðtals mia. kr. til eisini at stuðla fátækari londum at menna varandi orku og minka um útlátið. Hvussu torfør støðan er vísa nýggjastu útmeldingarnar frá eitt nú India, sum stendur fyri triðmesta útlátinum í heiminum og sum í løtuni fyrireikar stórar útbyggingar av kolaorkuverkum fyri at kunna varðveita verandi orkuveiting til landsins íbúgvar. 70% av orkuframleiðsluni í India stavar frá koli. Umleið sama støða er galdandi í Kina, sum hóast stórar íløgur í varandi orku, kortini fer at hava tørv á koli í orkuframleiðsluni í mong ártíggju. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 33 Leygardagur 16. oktober 2021 Sóknast eftir navni til mentanarhúsið í Klaksvík Skipa fyri navnakapping og uppskotini skulu vera inni 3. november (Mynd: Eyðun Høgnesen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Mentanarhúsið hevur verið eitt arbeiðsheiti, og nú sóknast kommunan eftir einum navni til verkætlanina sum fevnir um gamla Posthúsið, sum varð bygt í 1967 og eina stóra høll, sum verður bygd afturat. Húsið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar, har tað kunnu sita 380 fólk inni í høllini. Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur, byggir og skal reka húsið. Endamálið við húsinum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, við sjónleik, kvøldsetum, upplestri, sangi, tónleiki, fundum, framsýningum, ráðstevnum og ymiskum øðrum. Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi, í tí mentan her býr og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki. Bygningurin er ikoniskur í skapi og brúki og kann lata endaveggin á pallinum upp oman móti og Vágsbøi. Høllin hevur í skapi verið kallað eitt“ tíðarbrot”–brot úr klokkuni. Ein steinur ella skrín, ið liggur í lendinum, sum letur seg upp í myrkrinum, har alskyns leikur spretta úr og spæl er inni har. Í bygninginum, har umframt stóru høllina eisini er ein kafé, smærri spælistøð, verkstøð, skrivstovur, framsýningarstøð og ein býarsalur, skulu øll kenna seg væl og vera vælkomin–ein spennandi bygningur við einum vøkrum navni, sum tú setur á. Soleiðis luttekur tú: Uppskotið skal latast inn í tveimum aftulatnum brævbjálvum: • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan“ Navnakapping Mentanarhúsið”. • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan” Luttakari og uppskot”. Uppskot skulu sendast til: Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík Nólsoyar Pálsgøta 32 Postsmoga 2 og verða grunninum í hendi í seinasta lagi 3. november 2021 kl. 12. Tað er stýri fyrð Grunnin handan mentanarhúsið, sum er dómsnevnd og skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini. Vinnarin fær í virðislønin fyri vinnandi uppskotið kr. 10.000,-. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 34 Leygardagur 16. oktober 2021 Koreansk Netflix-røð hevur sett met Síðan "Squid Game" gjørdist tøk á Netflix 17. september hava yvir 111 milliónir brúkarar hugt eftir henni (Mynd: Ritzau) SkrivaÐ: Koreanska Netflix røðin "Squid Game" er nú vorðin teirr best umtókta debutrøð nakrantíð, upplýsir stroymingartænastan. Í vikuni varð boðað frá, at 111 milliónir brúkarar vóru byrjaðir at hyggja eftir røðini, síðan hon gjørdist tøk 17. september. "Squid Game" tekur útgangsstøði í einum ódámligum heimi, har fátækir borgarar í Suðurkorea og borgarar við nógvari skuld verða bodnir at kappast móti hvørjumøðrum í siðbundnum barnaspølum sum partur av einum "gameshow". Meðan vinnarin kann forvinna fleiri milliónir í reiðum peningi, verða tapararnir dripnir. Sambært Ritzau er "Squid Game" komin ovast á Netflix hitlistanum í fleiri enn 80 londum, og á sosialu miðlunum verður eisini nógv tosað um hesa røðina. Ein onnur røð hjá Netflix, sum var sera væl umtókt, tá hon fyrst kom út 1. jóladag í fjør, er "Brigdgerton", sum snýr seg um eina eingilska yvirstættafamilju fyrst í 1800-talinum. Í fyrstu vikunum hugdu 82 mió. húsarhald eftir røðini, og inntil "Squid Game" kom út, var hetta mest sædda Netflix-røðin. Í hesum tølunum telur Netflix allar brúkarar við, sum hava sæð í minsta lagi tveir minuttir av einum parti. Røðin kann bæði síggjast á upprunamálinum við undirtekstum og við eingilskari talu, og hetta hevur hjálpt við at víðka um hyggjaraskaran. Við røðum sum "Squid Game" roynir Netflix at víðka um úrvalið av tilfari á øðrum máli enn eingilskum. "Squid Game" verður eisini sæð sum eitt dømi um vaksandi ávirkanina, sum Suðurkorea hevur á altjóða popmentanina. Røðin fylgir eitt nú í fótasporunum á k-popbólkinum BTS og Oscar-vinnandi filminum "Parasite", sum bæði eru vorðin sera vælumtókt kring heimin. Í februar boðaði Netflix eisini frá, at stroymingartænastan fór at brúka 500 milliónir dollarar í ár til framleiðslu av filmum og røðum í Suðurkorea. Hetta svarar til uml. 3,2 milliardir krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 35 Leygardagur 16. oktober 2021 Tele-Post skiftir navn til Tusass Almenna grønlendska fyritøkan við føroyingi í stjórasessinum skiftir í hesum døgum navn (Mynd: Knr. gl) SkrivaÐ: Sverri Egholm Grønlendska fjarskiftisfelagið og postfelagið við føroyingi í stjórasessinum, fer nú frá Tele-Post navninum. Nýggja navnið er Tusass. Á føroyskum merkir nýggja navnið“ Vit hoyrast”, og hevur verið brúkt í almennu grønlendsku fyritøkuni áður. Navnið varð á fyrsta sinni brúkt fyri 20 árum síðani sum heitið á talutíðartænastuni. -Tusass er eitt gott grønlendskt orð, sum er lætt at úttala og minnast, bæði her heima og uttanlands. Tað er eitt navn, sum vit øll kenna, og sum nú fær ein nýggjan og breiðari merking, sigur forstjórin í Tusass, Kristian Reinert Davidsen. Tusass er tjúgunda navnið hjá 150 ára gomlu fyritøkuni. Kristian Reinert Davidsen var stjóri í Føroya Tele í árunum 2006 til 2015. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 36 Leygardagur 16. oktober 2021 Holland: Kongshjún kunnu vera av sama kyni Catharina-Amalia krúnprinsessa kann gifta seg við einari kvinnu uttan at missa pláss sítt í arvafylgjuni, staðfestir hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte Her sæst hollendska kongafamiljan á sumri í 2019. Frá vinstru: Catharina-Amalia krúnprinsessa, Maxima drotning, Ariane prinsessa, Willem-Alexander kongur, og Alexia prinsessa. (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Hollendska krúnprinsessan, Catharina-Amalia kann gifta seg við einari kvinnu uttan at missa pláss sítt sum tann fyrsta í hollendsku arvafylgjuni. Tað ger hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte greitt. Hóast krúnprinsessan bert er 17 ár og enn ikki hevur boðað frá nøkrum ætlanum um at gifta seg–hvørki við kvinnu ella manni–er spurningurin herfyri vorðin aktuellur, eftir at tað í fleiri bókum framgongur, at eini kongshjún í Hollandi ikki kunnu vera av sama kyni. Mark Rutte heldur tó, at tíðirnar eru broyttar, síðan reglurnar vórðu gjøgnumgingnar í ár 2000. –Stjórnin heldur, at ein trúnarvingur eisini kann gifta seg við einum persóni av sama kyni. Tí heldur stjórnin ikki, at ein arvingur ella kongur skal leggja frá sær, um hann ella hon ynskja at giftast við einum maka av sama kyni, sigur hann við hollendska tingið. Spurningurin um komandi børnini hjá hesum hjúninum er enn ikki avgreiddur, men tað loysir seg heldur ikki at taka støðu til nú, heldur Mark Rutte. Í ár er eisini 20 ár síðani, at Holland, sum fyrsta landið í heiminum, loyvdi samkyndum pørum at fara saman í hjúnalag. Tað hendi í 2001. Hollendska tjóðartingið skal góðkenna eitt kongaligt hjúnaband, og tað er fyrr komið fyri, at limir í hollendska kongshúsinum hava sagt teirra pláss í arvafylgjuni frá sær fyri at kunna gifta seg við tí persóninum, sum tey ynskja, uttan góðkenning, skrivar Ritzau. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 37 Leygardagur 16. oktober 2021 William prinsur: Savnið tykkum heldur um at loysa trupulleikarnar á Jørðini Bretski prinsurin finst at ríkmonnum, sum bjóða privatar ferðir út í rúmdina Heldur burdu teir savnað seg um at loyst trupulleikarnar á Jørðini, heldur hann. Hildið verður, at hann sipar til Jeff Bezos, ríkasti persónur í heiminum og stovnari av Amazon, og Elon Musk, stovnari av Tesla, og bretska vinnulívmanninum Richard Branson. –Vit hava brúk fyri, at nakrar av gløggastu høvdunum savna seg um at royna at gera ábøtur á hesari gongustjørnuni, og ikki um at finna næsta staðið at búseta seg, sigur prinsurin sambært tíðindastovuni Reuters. Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á viðmerkingum hjá Elon Musk um ferðir til Mars og um viðmerkingar hjá Jeff Bezos um, at rúmdarferðirnar eru ein liður í arbeiðnum at seta á stovn eina farleið út í rúmdina, so komandi ættarliðini kunnu hava eina framtíð. –Vit fara at byggja eina farleið út í rúmdina, so okkara børn og teirra børn kunnu byggja eina framtíð. Tað noyðast vit at gera. Vit noyðast at gera hetta fyri at loysa trupulleikarnar her á Jørðini, segði Jeff Bezos m. a. William prinsur er ikki einasti limurin í bretska kongshúsinum sum seinastu tíðina alment hevur sagt sína hugsan um veðurlagsbroytingar. Tá BBC tosaði við pápa hansara, Charles prins, herfyri, heitti hann á heimsleiðarar um at møta upp til ST-veðurlagstoppfundin, sum verður í Glasgow í november. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 38 Leygardagur 16. oktober 2021 Fara at gera enn eina roynd at finna upprunnan til koronu Í februar varð eitt granskingarlið sent til Kina at kanna málið, og nú ætlar Heimsheilsustovnurin, WHO at gera enn eina roynd Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum sigur, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið fyrr í ár torført (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Eitt nýtt granskingarlið frá Heimsheilsustovninum, WHO skal eftir ætlan til Kina at kanna upprunnan av nýggja koronavirusinum, sum byrjaði at gera um seg í Kina fyri nærum tveimum árum síðani. Sambært WHO skal granskingarliðið kanna, um virusið fór frá djórum til menniskjum á fleiri marknaðum í kinesiska býnum Wuhan, sum mann áður hevur hildið, ella um virusið av misgáum slapp úr einari kanningarstovu. Eitt granskingarlið frá WHO fór til Kina í februar, og tá varð niðurstøðan, at virusið helst kom frá einari flogmús, men at tørvur var á at gera fleiri kanningar. Mike Ryan, kreppustjóri hjá WHO sigur, sambært Ritzau, at hendan nýggja granskingarferðin kann vera seinasti møguleiki fyri at fáa staðfest upprunnan til nýggja koronavirusið, sum fekk allan heimin at steðga upp. Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóði hjá WHO, hevur áður ásannað, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið torført, og Maria Van Kerkhove, smittuverjufrøðingur hjá WHO sigur seg nú vóna, at stovnurin sleppur at seta nýggjar kanningar í verk í Kina. Chen Xu, ST-sendimaður hjá Kina í Genéve, sigur tó, at niðurstøðan frá seinastu kanningini var sera greið, og at mann eigur at senda granskarar til onnur støð. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 39 Leygardagur 16. oktober 2021 Kendu ikki sína vitjunartíð Føroyska liðið fekk til tíðir kroyst Eysturríki væl, men tað manglaði góðska á síðsta triðinginum, og eitt tilvildarligt mál tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi tað ov tungt Jóan Símun Edmundsson er her nær við at fáa takkla ein returbólt í málið, men tað eydnaðist ikki Føroyum at skora móti Eysturríki, hóast nógvar góðar støður (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska A-landsliðið hjá monnum legði nógva orku í HM-undankappingardystin móti Eysturríki. Hetta var fjórðu ferð í søguni, at Eysturríki var gestur í undankappingardysti. Í tveimum av hesum dystunum hava Føroyar lagt seg á odda og eftir málmøguleikunum fyrstu 23 minuttunum at døma, so burdu tað eisini verið soleiðis hesuferð. Næstan beint eftir ein av teimum stóru møguleikunum, tí seinna av slagnum hjá lívliga René Shaki Joensen, varð liðið hjá Håkani Ericson revsað fyri at standa høgt uppi á vøllinum og royna at trýsta, og fyri at at tað ikki hekk 100 prosent saman í verjuskipanini. Áleyparin Ercan Kara varð sendur avstað og rann frá Oddmari Færø. Komin inn í brotsteigin í høgru spældi hann útfrá til Konrad Laimer úr RB Leipzig, ið var eirindaleysur og so var 1-0: Kalt og kyniskt frá einum eysturrískum liðið, sum á ongan hátt spældi føroyska liðið niður í dystinum, hóast liðið hjá Foda hevði bóltin væl meira. Seinna málið var heppið. Gilli Rólantsson fekk ikki ruddað heilt burtur, men Marcel Sabitzer megnaði bert at koma til skotið, tí bólturin sprakk til hann eftir ein nærdyst við Oddmar. Bayern-miðvallarin royndi bara at smekka til úr áleið 25 metrum, skotið var ikki á veg í mál, men rakti eitt føroyskt bein, síðani stongina og Teitur Matras Gestsson, ið hevði tvær heilt góðar bjargingar í dystinum, kundi bert hyggja eftir bóltinum, tá hann fór í málið. Vístu energi-manglaðu kynismu Nógva orkan ið varð lagt í høga trýstið og nógvu ágangandi offensivu renningarnar kostaðu í villum og óuppmerksemi í verjustøðu. Føroyska liðið kom eisini í nógvar góðar álopskendar støður, men góðskan í avgerandi støðan, og í ávísan mun hepni, manglaði. Jóan Símun Edmundsson byrjaði dystin væl, men megnaði ikki at vera avgerandi sum fremsti maður, hóast toftamaðurin var árvakin heilt tíðliga í dystinum og hevði skorað, tá hann kastaði seg fram til ein returbólt, um ikki Bachmann í málinum vísti góð refleksir og gott hegni. Hallur spældi fyri fyrstu ferð í beint yvir ein mánað 90 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang) Hallur Hansson rann og stríddist sum vant heilt nógv og væl og var væl uppi í trýstinum og í nøkrum bóltflytingum, men misti eisini bóltin heldur ofta, og veruleikin sást í avgerðum og atgerðum seinnu hálvu av seinna hálvleiki: At hann er heldur rustaður og ikki dystarskarpur-liðformaður landsliðsins hevur ikki havt eitt felag og spælt annað enn landsdystir í næstan fýra mánaðir Brandur Hendriksson kom ikki eins nógv á bóltin sum vanligt-tað var týðiligt at eysturríkar ansaðu væl eftir skálvíkinginum, og tað at dystarætlanin hjá Føroyum í dag var meira beinleiðis enn í undanfarnu dystum. Tá Brandur fekk hann var hann tó róligur, helt sum oftast ógvuliga væl uppá hann og fann góðar alveringar. Góðskan í deyðbóltunum manglaði tó í dystinum, og tað var helst ein góð mynd; eins og tá Gilli og Viljormur komu till innlegg, ella René og Ári runnu væl inn í sekstan-meturin: Tann seinasta góðskan manglaði síðsta partin av vøllinum. Myndir: Jens Kr. Vang Roynt varð at satsa álopskent við innskiftingunum um miðjan seinna hálvleik, men hóast debutanturin Hannes Agnarsson hevði nøkur heilt góð trekk og hótti djúpt, Bjartalíð kom væl inn aftur í sínum come-bakki, og Klæmint stríddist sum vant har frammi, so var sami veruleiki, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur aftur um, hvussu stigini skuldu býtast. Tað bendi tó ongnatíð á ein heilt greiðan eysturrískan sigur, hóast útiliðið kundi fingið okkurt mál afturat og/ella brotsspark. Longu útsspørkini hjá Teiti upp á serliga Gunnar Vatnhamar, umframt ágangandi føroyskt spæl í pørtum, góvu Eysturríki trupulleikar, og Skansin livdi sum vant ógvuliga væl við allan vegin. Alaba og hinir fingu tó tann sigurin, ið teir so harðliga høvdu tørv á, og Håkan Ericson, hansara toymi og hansara leikarar, skulu nú venda eyguni móti dystinum móti Skotlandi her týskvøldið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021 40 Leygardagur 16. oktober 2021 Skotar fingu stolið sigurin Tað varð áleið sum ímóti Danmark: Eitt flott føroyskt avrik á einum ógvuliga lívligum Tórsvølli móti liði úr oddinum, har tað var málleyst, til fáir minuttir vóru eftir-men so kom eitt innlegg úr høgru, ið varð beint í føroyska málið Føroyska liðið hevði aftur stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, men kynisman var aftur á muni (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í fyrra hálvleiki vóru føroysku møguleikarnir har, og okkara høvdu eisini bóltin útvið eins nógv sum teir í myrkabláum. Men fyrstu tjúgu minuttirnir í seinna hálvleiki tyktust sum eitt langt skotskt trýst, tó uttan at útiliðið kom til veruligar møguleikar. Í mun til fyri stegðin komu skotar til nógv fleiri innlegg í øðrum hálvleiki. Hetta gav fleiri vandamiklar støður, men trý-mans miðverjan, saman við hinum, handfór so at siga allar støðurnar væl. Í 66. minutti fingu føroyingar endiliga tamarhald á bóltinum og høvdu pláss og dirvi at fyrst halda uppá hann og síðani fara avstað. Brandur Hendriksson sneiddi sær í eyðkendum stíli væl mitt á vøllinum og sá síðani, at Gilli Rólantsson var í ferð við at renna framvið Andy Robertson. Liverpool-bakkurin og skotski liðformaðurin megnaði ikki at fáa fatur á skjóta tvøramanninum, ið komin inn í brotsteigin sneddi inneftir, fann Hall Hansson, ið royndi at skrúa bóltin inn, men hann fór framvið. Løtu seinni kom orkuríki Ári Mohr Jónsson, ið var farin aftur á vongbakkin fyri skadda Viljorm Davidsen, til tvær góðar innleggsstøður-fyrst og fremst tí eyðsýndi Jóan Símun Edmundsson sum ikki einaferð hevði tikið bóltin væl til sín og funnið ein liðfelaga. Skotar komu fyri í báðum førum, og sum heild gjørdist talan um støður heldur ella føroyskir møguleikar eftir steðgin. Jóan Símun Edmundsson kom til ein góðan málmøguleika næstan beinanvegin og fekk í fleiri førum væl tikið bóltin til sín og skapt nakað (Mynd: Jens Kr. Vang) Tað snúði seg fyrst og fremst um at verja, og tað gjørdu teir hvítkløddu samanlagt ógvuliga væl. Í 75. minutti fekk Ári ikki avgreitt støðuna nóg væl, men Teitur bjargaði ógvuliga væl við einari fótparadu. Tríggjar minuttir seinni fingu skotar stúta, eftir eitt gott innlegg úr vinstru, men aftur var HB-málverjin væl fyri-tvær ferðir hevði Billy Gilmour tvær fínar skotroyndir av brotsteigarmarkinum, ið báðar fóru framvið. Tað sá út til, at tað fór at enda við málleysum javnleiki, men so fingu skotar brádliga ov nógv pláss til høgru, og Lyndon Dykes fekk líka runnið seg frían inni í brotsteignum og heppið beint bóltin í føroyska málið, og so vaknaði Tartan Army brádliga yviri í horninum við svimjihøllina, har teir annars lívligu skotarnir annars høvdu staðið frustreraðir leingi. Tá vóru fimm minuttir eftir, og hóast sjey minuttir vórðu lagdir afturat og álopskendar útskiftingar, so megnaðu Føroyar ongantíð at leggja trýst á. Skotland spældi klókt, hildu tamarhald á bóltinum og fingu trý stig. Hóast skotar samanlagt vóru omaná, tá tað millum annað verður hugt eftir tí at hava bóltin og tal av skotum mótimálinum, so kundu- og burdu-føroyingar fingið stig burturúr á Tórsvølli í kvøld. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 42 Leygardagur 16. oktober 2021 Skansin letur 50.000 krónur til Javna Umframt tær 26.000 sum skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið Javna, hevur innsavningin hjá Skansanum givið 50.000 krónur SkrivaÐ: Sverri Egholm Skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið 3.000 pund ella 26.000 danskar krónur til Javna fyri at gera Grasagarð betri atkomuligan fyri øll. Føroyska fjepparafelagið Skansin hevur eisini havt eina innsavning, og hevur savnað heilar 50.000 krónur, sum fara óskerdar til Javna. Sostatt eru 76.000 krónur komnar inn í kassan hjá Javna í dag til vælgerandi endamál. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 43 Leygardagur 16. oktober 2021 Danmark hevur spælt seg til HM í stórum stíli Tað endaði 1-0 í Parkini, og harvið kundu danir stórfegnast. Um ein mánað verður HM-veitsla, tá Føroyar vitjar. Ísrael vann 2-1 á heimavølli móti Moldova, men tað verður allarhelst Skotland, ið fær playoff-plássið Joakim Mæhle, her í gjøgnumbroti móti Føroyum, avgjørdi dystin hjá Danmark móti Eysturríki (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Átta dystir, átta sigrar, 27 skoraði mál, einki ímóti. Danmark hevur ikki bert spælt seg til HM-endaspælið. Teir hava spælt seg til tað á serstakliga flottan hátt. Nakað soleiðis skrivar FIFA á sínari Twitter-síðu. Eftir 1-0 sigurin hjá Danmark á Eysturríki í Parkini í týskvøldið er greitt, at liðið hjá Kasper Hjulmand skal spæla endaspæl í Katar november-desember næsta ár, og at liðið framvegis bert hevur vunnið í kappingini og einki mál latið inn. Hesi bæði seinastu punktini vóru Føroyar sera nær við at broyta uppá á Tórsvølli, men tað fyrsta hevur tað so at siga ongantíð verið nakar ivi um: Danmark hevur verið nógv tað besta liðið í bólkinum, og tá føroyingar koma at vitja um júst ein mánaða, verður tað HM-veitsla í Parkini, sum aftur í kvøld var stúgvandi full. Tað var hvirluvindurin í vinstru síðu, Joakim Mæhle, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Tað kom í 53. minutti, og so kundi tey allarfelstu av teimum útvið 40.000 fólkunum fegnast. Ísrael vann sum væntað á Moldova, og er harvið framvegis fýra stig aftanfyri Skotland, sum við sigrinum á Tórsvølli nú kann spæla tryggja sær playoff-pláss í komandi dystinum, sum er í Moldova. Ísrael skal vinna á Eysturríki, sum nú ongan møguleika hevur, og síðani á Føroyum, og samstundis vóna at skotar ikki vinna í november. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 44 Leygardagur 16. oktober 2021 Sorl á Hálsi Donsku kvinnurnar vóru fullkomiliga eirindadaleysar og vunnu við tjúgu málum. Klassamunur var, men Føroyar fingu sítt álopsspæl betri at koyra eftir steðgin Stóru og sterku donsku spælararnir eru truplir at sleppa framvið. Her er tað Suna Krossteig Hansen sum er í hornatøkum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá At tað er ógvuliga stórur munur á donskum og føroyskum hondbólti er helst eingin ivi um. Um tað yvirhøvur var tað, so er tað ruddiliga staðfest í Høllini á Hálsi sunnudagin-í øllum førum at danska kvinnulandsliðið er nógv betri enn tað føroyska; júst tjúgu mál á degnum. Tað gingu yvir ellivu minuttir til Føroyar skoraðu eitt mál. Tað gingu næstan tjúgu minuttir, til Føroyar skoraðu í "opnum spæli", meðan Danmark var í yvirtali. Bert fimm ferðir í fyrra hálvleiki fór bólturin framvið Sandru Toft. Tað var ein risastórur trupulleiki at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá Danmark, ið var ógvuliga stinn í fyrra hálvleiki og var ágangandi og við nógvari hugsavnan. Sterki og høgi miðblokkurin gjørdi so at siga ómøguligt at fáa nøkur hoppiskot, tó at Turið Arge Samuelsen, sum í løtum spældi í bakketuni, skoraði tvey sera góð slík. Tað var eydnaðist eisini sjálvdan at koma á kant, og tá tær føroysku komu til skot, so var ein av heimsins allarbestu málverjum ofta fyri. Serliga stongdi Sandra Toft so at siga, tá skot komu frá vonginum. Í øðrum hálvleiki gekst væl betri at skora, men Danmark vísti ikki nógva náði, og hóast fleiri broytingar í mun til í fyrra hálvleiki, so skoraði útiliðið fleiri mál enn í fyrra. Nakrar ferðir gjøgnum dystin fekk føroyska verjan staðið ímóti, og Annika Fríðheim Petersen hevði níggju bjargingar, men Danmark spældi við ferð, styrki og góðsku og tað er sigandi, at allir útispælararnir fingu mál. Samanumtikið var klassamunur. Føroyska spælið var til tíðir merkt av nógvum tekniskum villum og feilmetinum, men glottar vóru at hóma-serliga í fleiri av álopinum í øðrum hálvleiki, har millum annað Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg høvdu góðar atgerðir, 17-ára gamla Jana Mittún hevði tvey flott gjøgnumbrotsmál og Lív Poulsen kom inn og skoraði tvær ferðir av vonginum. Føroyar misnýttu tvey brotsskøst-Maria Halsdóttir Weyhe og Súna Krossteig Hansen hvør sítt, men Maria lobbaði frekt ta fyrsta av slagnum, og Súna skoraði tvey trygt og gjørdist føroyskur toppskjútti. Toppskjútti hjá Danmark: Anne Mette Hansen 6 mál Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021 45 Leygardagur 16. oktober 2021 Evropeiskt vikuskifti í høllini á Hálsi Kvinnurnar og menninir hjá H71 skulu spæla Europa Cup-dystir. Kvinnurnar spæla leygarkvøldið og sunnukvøldið móti norðurmakedónskari mótstøðu-norskt stórlið dystast við mansliðið hjá hoyvíkingum leygarkvøldið SkrivaÐ: Agnar Prestá Steypavinnararnir í føroyskum hondbólti hava valt at tikið av avbjóðingini at spæla Europa Cup-dystir-tey vunnu sær rættin til tað við at vinna grundspælið. Menninir hjá H71 spældu í tí triðsterkastu av teimum evropeisku kappingunum-EHF European Cup-í 2019 og vunnu fyrra dystin móti Maribor Branik. Í seinna dystinum, ið eisini varð leiktur í høllini á Hálsi, vunnu slovenar tó við sjey málum. Kyndil umboðaði fyri nøkrum árum síðani Føroyar í evropeiskum hondbólti, og nøkur ár frammanundan tað Neistin, men hetta verður fyrstu ferð í longri tíð, at eitt føroyskt kvinnulið spælir slíkar dystir og fyrstu ferð yvirhøvur hjá H71. Kvinnurnar spæla báðar dystirnar í Føroyum-menninir til Noregs at spæla móti stórliðið Leygardagin og sunnudagin skulu kvinnur og menninir hjá H71 spæla Europa Cup dystir í høllini á Hálsi. Kvinnurnar spæla báðar dystirnar ímóti WHC Cair-Skopje heima. Tann fyrri verður bríkslaður í gongd leygardagin klokkan 18.00 og tann seinni júst eitt samdøgur seinni. Menninir spæla aftaná kvinnurnar leygarkvøldið, har fyrsta bríksl verður klokkan 20. Drammen er mótstøðuliðið, og júst í Drammen skulu hoyvíkingar spæla seinna dystin. Heimadysturin hjá monnunum verður leygarkvøldið kl. 20. Drammen er vanliga partur av oddastríðnum í sterku norsku deildini, og soleiðis var eisini síðsta kappingarár. -Okkara kvinnur og menn hava brúk fyri at vit ØLL møta mannsterk upp í høllini á Hálsi at heppa á tey. Upphitingin byrjar í kantinuni í høllini á Hálsi kl. 17.00. Eisini verður andlitsmáling. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 46 Leygardagur 16. oktober 2021 Hannes spældi sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum 22-ára gamli B36 leikarin fekk í løtum víst seg fram í høgru síðu, eftir at hann miðskeiðis í seinna hálvleiki avloysti René Shaki Joensen Eysturríkar gjørdist eftir eina løtu greiðir yvir, at teir noyddist at ansa sær eftir reyðhærda kantspælaranum við nummar 22 (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF) SkrivaÐ: Agnar Prestá Hannes Agnarsson fekk landsliðsboð, eftir at Daniel Johansen hevði givið avboð vegna skaða. Og leygarkvøldið fekk 22-ára gamli kanturin so møguleikan, tá hann kom inn fyri René Shaki Joensen í 67. minuttir í dystinum ímóti Eysturríki. Hannes fekk víst sína ferð og ágrýtni, tá hann skjótt fór í kapprenning við eysturríska liðformannin og Real Madrid-leikaran, David Alaba, og fekk eina ferð eisini veruliga fjøldina í kók, tá hann tætt við baklinjuna sneiddi ein verjuleikara av og legði væl útfrá-tíverri gjørdist talan ikki um tann stóra málmøguleikan, ið tað kundi verða til. B36-leikarin misti onkran bólt, men smæddist ikki burtur og arbeiddi hart. Við hansara "spídskompetansum", og um hann megnar at halda seg skaðafrían, so er helst greitt, at reyðhærda snarljósið fer at fáa fleiri landsdystir. Hannes Agnarsson hevur áður umboðað øll U-landsliðni. Sambært yvirlitinum hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørdist hann leikari nummar 178, ið umboðar føroyska A-landsliðið við monnum í altjóða skrásettum dysti. (Mynd: Jens Kr. Vang) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021 47 Leygardagur 16. oktober 2021 Vunnu fyrstu stigini Ein 2-1 sigur ímóti HB hevur við sær, at felagsliðið AB/B71 hevur tryggjað sær síni fyrstu stig (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Felagsliðið AB/B71 vann seinasta leygardagin síni fyrstu stig. Tað gjørdu argja- og sandoyarkvinnur tá nummar fimm við 30 stigum, HB, og aftasta lið í deildini við null stigum hittust Inni í Dal á Sandi. HB legði seg annars á odda í 45. minutti, men í seinna hálvleiki var tað heimaliðið sum trýsti. Tá 77 minuttir vóru leiktir bragdaði, og Rebekka Katrine Klein Olsen javnaði fyri AB/B71. Lítla løtu seinni, í 81. minutti legði Judith Rasmussen heimaliðið á odda. HB megnaði ikki at svara aftur, og AB/B71 vann sær trý stig. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021 49 Leygardagur 16. oktober 2021 U21: Fyri teprum ósigri í Ukraina Sambært almennu hagtølunum hevði heimaliðið stóra leikliga yvirvág, og Ukraina misnýtti eisini eitt brotsspark. Føroyar høvdu eitt skot uppá mál SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað er ein sannroynd, at heimaliðið var greitt omaná leikliga og hevði nógvar royndir móti málinum, tá U21-landsliðini hjá Føroyum og Ukraina týsdagin hittust í Zaporizhzhya, ið er sættstørsti býur í Ukraina. Tað er eisini ein sannroynd, at Ukraina fekk øll trý stigini, men liðið hjá Sámal Erik Hentze spældi aftur ein dyst, ið ikki varð avgjørdur, fyrrenn síðsta bríksl ljóðaði. Tíverri bar ikki til at stroyma dystin her, men sambært hagtølunum hjá UEFA og Flashscore var talan um stóra yvirvág til Ukraina, ið beinanvegin søkti at føroyska málinum og fingu hol á um miðjan fyrra hálvleik. Talan var um sjálvmál, ið Andrias Edmundsson er skrásettur fyri. Toftamaðurin gjørdi brotsspark fimm minuttir fyri hálvleik, men Georgiy Sudakov misnýtti tað. Í øðrum hálvleiki kom einki mál. Føroyar høvdu tvey hornaspørk, men fingu ikki heilt hótt Ukraina, sum fekk øll trý stigini. Tá hugsað verður um, at tað var 25-1 í málroyndum, 8-1 innafyri stengurnar, 10-2 í hornaspørkum, og 60-40 í possesión, so er tað uppiborið. Ukraina er harvið fýra stig frammanfyri Føroyar, ið hevur fýra stig fyri fimm dystir og málúrttøkuna-1. Næsti dystur er um júst ein mánaða í Serbia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 50 Leygardagur 16. oktober 2021 Váttað: Hallur Hansson til Velje Liðformaðurin á føroyska landsliðnum hevur skrivað undir við Vejle Boldklub SkrivaÐ: Sverri Egholm Hallur Hansson sum seinastu tíðina hevur verið uttan sáttmála, hevur nú skrivað undir við Vejle Boldklub, og føroyski liðformaðurin verður sostatt partur av hópinum saman við Viljormi Davidsen. (Mynd: Jens Kr. Vang) 29 ára gamli Hallur Hansson hevur royndir í Superliguni, og hevur seinastu árini spælt við AC Horsens, sum í fjør flutti niður í næstbestu deildina. Longu í dag hittir Hallur Hansson nýggju liðfelagararnir í VB Parkini, og avtalan er í fyrsta umfari galdandi restina av árinum. Vejle Boldklub liggur í løtuni á aftasta plássi í deildini við tveimum stigum eftir ellivu dystir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021 51 Leygardagur 16. oktober 2021 Rosenørn heldur fram hjá KÍ Klaksvíkingar leingja við trygga danan í málinum (Mynd: KÍ) SkrivaÐ: Sverri Egholm KÍ sum kann tryggja sær FM-heitið í dag (leygardag), hevur longt sáttmálan við trygga málverjan Mathias Brinch Rosenørn. 28 ára gamli málverjin er uppaldur í Esbjerg FB, og kom til KÍ undan kappingarárinum í ár. Mathias Brinch Rosenørn hevur spælt 18 dystir fyri KÍ, sum samanlagt bara hevur latið sjey mál inn í landskappingini higartil. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021 52 Leygardagur 16. oktober 2021 Vektlyfting: Føroyingur sterkastur við junior DM Niels Áki Mørk úr Havn vann leygardagin Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Niels Áki Mørk vann leygardagin í síðstu viku Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektklassanum og kappingina um sinclair-stig, har ið úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk. Ungi havnarmaðurin var einsamallur í sínum vektklassa, so tað gullið var rímiliga trygt, tí hann skuldi fyrst og fremst tryggja sær, at eitt góðkent lyft í hvørjari av teimum báðum greinunum, trekk og stoyt. Men harumframt fór hann eftir at lyfta upp til sítt besta og setti tá bæði føroyskt og persónligt met í trekk, stoyt og samanlagt. Vinnaralyftini hjá Niels Áka vóru 85 kilo í trekk og 105 kilo í stoyt. Samanlagt 190 kilo. Fyri tveimum vikum síðani luttók 19 ára gamli nýkosni junior danmarksmeistarin, sum eisini er junior komandi ár, saman við seks øðrum føroyingum í senior DM. Tá vann hann eitt silvurheiðursmerki. Niels Áki kappast í Danmark fyri danska felagið AK Atlas, men býr og venur í Føroyum, har hann er partur af Styrkifelagi Føroya, ið er landsdekkandi felag fyri fleiri styrkiítróttir. Frank Petersen, venjari í AK Atlas og hjá danska kvinnulandsliðnum, venur føroyingarnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 53 Leygardagur 16. oktober 2021 Fara undir at byggja nýtt kappróðrarneyst í Klaksvík Eftir heystfrítíðina fer Malltek undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag. Kostnaðurin er 8,7 milliónir Andreas Josephsen, stjóri í Malltek og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í farnu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar býráð og Malltek, sum eftir heystfrítíðina fer undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag Upprunaliga varð sáttmálin undirskrivaður á einari móttøku á sumri í fjør, men nú er ein dagførdur sáttmáli undirskrivaður, har høvuðsbroytingarnar eru ávís tilval, príshækkingar í samfelagnum og myndugleikakrøv. Sáttmálin er nú áljóðandi 8,7 mió. , sum er nakað hægri enn upprunaligi sáttmálin fyri einum góðum ári síðan. Arbeiðið byrjar av álvara í november, og skal, sambært tíðarætlanini, verða liðugt um á leið eitt ár. Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at verkætlanin nú komin somikið langt, at byggingin kann fara í gongd, soleiðis at Klaksvíkar Róðrarfelag kann fáa nýggj, hóskandi hølir mitt í hjartanum í býnum. -Klaksvíkar Róðrarfelag hevur nógvar íðkarar og nógv virksemi. Tí er tað gleðiligt, at hølisviðurskiftini hjá teimum nú koma upp á pláss. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum gevur teimum prýðiligar umstøður, ið vit síggja fram til at handa felagnum komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri. Malltek er høvuðsarbeiðstakari í hesi verkætlanini, sum annars er ment í tøttum samstarvi við kappróðrarfelagið og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fer nýggja kappróðrarneystið at fella væl inn í miðbýarmyndina, har ætlanin er, at neystið skal varðveita tað siðbundna føroyska sniðið við neystalonum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021 54 Leygardagur 16. oktober 2021 Sóknast nú eftir nýggjum leiðara til ítróttarháskúlan í Suðuroy Í summar boðaði Guðmundur Joensen frá, at hann fór at gevast sum leiaðri eftir fimm ár í starvinum, og tí verður nú søkt eftir nýggjum leiðara SkrivaÐ: Í juni varð boðað frá, at Guðmundur Joensen fór at gevast sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy eftir fimm ár í starvinum, og nú verður søkt eftir nýggjum leiðara at byrja skjótast gjørligt. Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða eitt spennandi skúlatilboð, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar. Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli. Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur fimm undirvísarar í fullum starvi, fýra undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum. Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild. Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans, umframt ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur eisini at luttaka í undirvísingini á skúlanum. Umsókn skal sendast til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy í seinasta lagi mánadagin 1. november 2021 klokkan 12. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021 55 Leygardagur 16. oktober 2021 Teitur ein kroystur harri Báðar hansara fyrrverandi unnustur, Teresa og nú eisini Christel, eru í Ex on the Beach samstundis (Mynd: Discovery + ) SkrivaÐ: Hvat. fo Tað gongur fyri seg í Ex on the Beach, sum sæst á Discovery + í hesum døgum. Teir báðir føroysku luttakararnir, Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg eru framvegis við. Fyrstnevndi hevur verið uttanfyri í nakrar dagar, og sæst nú aftur í sendingini, har Teresa, sum er fyrrverandi unnusta hjá Teiti, er blivin glað fyri biðlasveinin Martin. Hetta nívur Teit nakað, men okkurt bendir á, at hann dugir væl at síggja burtur frá hesum, og royna eftir øðrum í summarhúsunum. (Mynd: Discovery + ) Christel kemur inn Í tí eina partinum, sum kom út sunnudagin, tjekkar enn ein gomul flamma inn. Tað er Christel Trubka, sum áður hevur verið á skíggjanum saman við Teiti. Tað var tá tey luttóku í Singletown á sumri 2020. Stutt eftir upptøkurnar endaði parlagið, og Teitur fór til Føroya at vera saman við Teresu. Í besta“ Ex on the Beach” kemur Christel Trubka gangandi eftir sandinum, og ikki fyrr enn hon veruliga byrjar at nærkast, sær Teitur Skoubo, hvør tað er. Tá er hann trýstur. Nú eru báðar flammurnar so savnaðar á somu adressu í einum summarhúsum í Gran Canaria. Upptøkurnar eru gjørdar á Gran Canaria í summar, og síðani eru Teitur og Teresa at kalla blivin par. Tey eru ikki par enn, siga tey, men tey brúka nógv tíð saman, og taka ynskja at taka tað sum tað kemur. Tveir nýggir partar av Ex on the Beach koma á Discovery + hvønn sunnudag. (Mynd: Discovery + ) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021 |
“ Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum”, staðfestu teir báðir stýrislimirnir í tíðindaskrivi sama dag, sum landsstýriskvinnan hevði verið á tingsins røðarapalli og endurtikið fleiri ferðir, at tað verður arbeitt í fullari ferð við at bøta um bústaðarneyðina. Tá so tingfólk vístu á, at fullkomin ruðuleiki valdar á Bústøðum, so svaraði landsstýriskvinnan aftur, at hon ikki ætlar at gera nakað við tað. Tað hevur hon ikki heimild til. Ikki at gera nakað, er líka so nógv ein støðutakan, sum at gera nakað. Og við hesum hugburði hevur landsstýriskvinnan gjørt greitt fyri almenninginum, at hon góðtekur tað, ið fer fram í løtuni. Hvat er tað so, sum fer fram? Jú, tað er ein niðurlaging av Bústøðum sum tann stovnurin, hann var ætlaður til. Nógv hava sagt tað, og nú gongur sjón fyri søgn: Kanska var hetta alla tíðina ætlanin hjá Fólkaflokkinum. Tað løgna í øllum hesum spælinum er, at stjórin fyri Bústaðir framvegis er stjóri–á pappírinum–hóast nú við munnkurv. Hví nýggi formaðurin og meirilutin í stýrinum ikki beinanvegin sluppu sær av við stjóran, er ein gáta. Hvat hendir við stjóranum og/ella við stýrisformanninum er ikki so áhugavert longur. Teir eru vaksnir menn, sum landsstýriskvinnan segði, so teir eiga at finna fram til neyðugu semjuna, skulu teir arbeiða saman. Meira áhugavert er, hvat hendir við avvarðandi landsstýriskvinnu. -Kann løgmaður góðtaka, at hon sýtir fyri at taka sær av trupulleikunum, sum eru á Bústøðum? -Kann løgmaður góðtaka, at nýggja stýrið ikki enn er arbeiðsført, og at avvarðandi landsstýriskvinna ikki ger nakað við tað? -Kann løgmaður góðtaka, at húsalánsgrunnurin frá at vera ein almannagagnligur grunnur, sum skuldi tryggja húsaeigarum lagaliga fígging, og nú sum endamál hevur at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað, er vorðin til eitt projekt, hvørs fremsta endamál tykist vera at tryggja livigrundarlag til eina avmarkaða privata vinnu? -Er stundin ikki langtsíðan komin til at flyta málsøkið íbúðarmál til annað landsstýrisfólk? SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 3690 Lisnar síður: 20046 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Leygardagur 23. oktober 2021 Fútin og landslæknin: Mæla til at avbyrgja ókoppsett børn Michael Boolsen, fúti, hevur sent út eitt óvanligt tíðindaskriv í sambandi við vaksandi smittutalið Landslæknin ávarar nú móti at lata koppsett og ókoppsett børn vera saman. Tað ger hann í einum tíðindaskrivi, sum fútin sendi út seinnapartin fríggjadagin. Ógvusliga økingin av smittaðum við 26 tilburðum mikudagin og 38 hósdagin, fekk Michael Boolsen, fúta, til at senda eitt rættiliga óvanligt tíðindaskriv út. Undir koronafarsóttini higartil hevur tað oftast verið landsstýrið, koppsetingarbólkurin ella farsóttarnevndin, sum hava sent út almennar áheitanir til borgararnar. Men hesaferð er tað ovasti løgreglumyndugleikin í landinum, fútin, sum sendir tíðindaskriv út við eini áheitan frá sær og frá landslæknanum um at ansa eftir. Lars Fodgaard Møller, landslækni, til vinstru, og Michael Boolsen, fúti, til høgru, her saman við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, á einum av teimum allarfyrstu koronatíðindafundunum í fjør, sum var hildin í Heilsumálaráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm) Serliga ókoppsett børn Tíðindaskrivið vísir á, at tað serliga eru ókoppsett børn, sum verða smittað. -Góð 95 prosent av nýggju tilburðunum av covid-19 eru smittað í Føroyum, og tað er ein yvirumboðan millum tey smitaðu av ókoppsettum børnum, sum eru smittað av øðrum børnum í sambandi við ymsar sosialar aktivitetir. -Tá foreldur verða smittað, hóast tey eru koppssett, skyldast hetta helst, at deltafrábrigdið er meira smittandi, og at koppsetingin viknar við tíðini. Tað er eisini orsøkin til at útsettir bólkar nú fáa tilboð um triðja prikið, stendur at lesa í tíðindaskrivinum frá fútanum. Gagnligt at avmarka samveruna Síðan verður Lars Fodgaard Møller, landslækni, endurgivin fyri at siga, at tað kortini ikki er orsøk til at fara í panikk. -Hinvegin er tað av týdningi at vera tilvitaður um, at ein sjálvur kann gera nakað fyri at forða fyri smittuspjaðing. Tá tey ókoppsettu børnini eru motorurin til smittuspjaðing, vildi tað verið gagnligt (hann nýtir orðið‘ hensigtsmæssigt’, -red.) at avmarkað samveruna hjá ikki koppsettum børnum við onnur børn, eins og foreldur skulu hugsa um sína atferð yvir fyri børnunum, sigur landslæknin í tíðindaskrivinum frá fútanum, og hevur samstundis eina áheitan á fólk um at lata seg koppseta. “ Tað er gott fyri tann einstaka, fyri tey veiku og fyri samfelagið”, leggur hann afturat. Skilagóð atferð Michael Boolsen sigur soleiðis í tíðindaskrivinum,“ sum formaður fyri farsóttarnevndina”:-Økingin í smittuni í løtuni sigur okkum, at vit enn ikki eru komin ígjøgnum koronafarsóttina, og at tað er av týdningi, at vit bera okkum skilagott at. Koppsetingin veitir gamaní ikki fulla verju, men royndirnar vísa longu nú, at bøtast kann um tær álvarsligu avleiðingarnar av covid-19 við koppsetingini. -Koppseting er tí ein partur av skilagóðari atferð, saman við reinføri og frástøðu. "Latið okkum standa saman og standa fast", sigur Michael Boolsen at enda í tíðindaskrivinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021 3 Leygardagur 23. oktober 2021 Landsstýriskvinnan ger onki við støðuna á Bústøðum-Tað er uppgávan hjá stýrinum at finna stevið á stovninum. Eg havi álit á, at stýri og stjórn kunnu finna fram til semju, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í tinginum mikudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við bústaðarmálum, stóð púra einsamøll at verja støðuna, sum er íkomin kring almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, á løgtingi mikudagin. Hon fekk ikki rærri enn fýra munnligar spurningar í løgtinginum, sum allir snúðu seg um margháttligu støðuna, sum er íkomin í bústaðarfelagnum eftir at nýtt stýri og nýggjur stýrisformaður kom til. Tingfólk vístu á, at bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni ikki verður framdur, tí stovnurin er støðgaður upp í sínum arbeiði orsaka av hesi ósemjuni, har stýrisformaðurin, Regin Hammer, í veruleikanum hevur yvirtikið leiðsluna av øllum stovninum við at leggja fram eina starvsskipan, sum ikki loyvir felagsins stjóra at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin fyrst. -Havi álit á stýrinum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tvíhelt um, at hon ikki hevur heimild til at blanda seg uppí hvussu arbeiðslagið er millum stýri og stjóra á Bústøðum. Hon hevur valt eitt stýri, og tað er ábyrgdin hjá stýrinum at tryggja arbeiðsfriðin á stovninum, vísti hon á. Landsstýriskvinnan varð spurd fleiri ferðir um, hvat hon ætlar sær at gera við íkomnu støðuna, men hon tvíhelt um, at hon onki kann gera, tí tað liggur uttan fyri hennara heimildir. -Eg havi álit á, at stýri og stjórn finna fram til eina semju, endurtók Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fleiri ferðir. Fólkaflokstinglimir ikki nøgdir Hóast spurningarnir komu frá andstøðutinglimum, so vóru tað eisini fleiri samgongutinglimir, sum tóku undir við, at okkurt má gerast fyri at fáa Bústaðir at virka aftur. Rættiliga óvæntað vóru tað serliga fólkaflokstingfólk, sum komu við ábreiðslum móti egnari landsstýriskvinnu. Christian Andreasen vísti á tað margháttliga í, at eitt skjal, sum lýsir starvsháttin á einum stovni, skal skal verða høvuðsmál í eini viðgerð á tingi. Fólkaflokstingmaðurin og advokaturin vísti eisini á, at tað er púra óhoyrt, at stjórin í einum felagi ella stovni ikki skal sleppa at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin eftir. Heðin Zachariassen vildi hava at vita, um tað var møguligt at skifta stýrið út, tí tað er eyðsæð, at stevið ikki er gott. -Hetta er ikki gagnligt. Vit hava seta eina hálva milliard krónur av at byggja fyri. Tað er tað, vit vilja, segði fólkaflokstingmaðurin. Annika Olsen, eisini úr Fólkaflokkinum, royndi at rættleiða landsstýriskvinnuna við at siga, at tað er uppgávan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at fáa hetta at rigga. Firtin um skuldsetingar Landsstýriskvinnan varð rættiliga firtin, tá tingfólk vístu á, at tað sær út til at endamálið frá byrjan av hevur verið at niðurbróta Bústaðir sum tann stovn, sum hann virkar í dag. Góðkennir starvsskipanina um hon er í tráð við lógina Landsstýriskvinnan var beinleiðis spurd um hvat hon ætlaði at gera við umrøddu starvsskipanina, sum ein meiriluti í stýrinum fyri Bústaðir hevur gjørt. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir váttaði, at uppskotið um starvsskipan er komið Almannarmálaráðnum til góðkenningar. -Skipanin verður nú eftirhugd í ráðnum. Leikluturin hjá Almannamálaráðnum í hesum føri er at kanna eftir, um starvsskipanin er í tráð við galdandi lóggávu. Hon verður ikki løgd okkum at taka støðu til. Er skipanin í tráð við lógina, so verður hon góðkend frá mínari síðu. Er hon ikki í tráð við lógina, verður hon send stýrinum aftur við frágreiðing um hví ráðið og landsstýriskvinnan ikki kann góðtaka hana, greiddi Elsebeth Medcedes Gunnleygsdóttir frá. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 4 Leygardagur 23. oktober 2021 Tveir stýrislimir í Bústøðum: Soleiðis ber ikki til at arbeiða Vit harmast um ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum, siga Emmy Joensen og Una Joensen, stýrislimir í Bústøðum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Niðanfyri er tíðindaskriv frá Emmy Joensen og Unu Joensen, stýrislimum í Bústøðum: Tá Bústaðir á vári 2021 fekk nýggja lániheimild frá løgtinginum fegnaðust vit. Nú kundi ferð aftur setast á arbeiðið hjá Bústøðum, eftir at tað hevði ligið eitt sindur í bíðistøðu eina tíð. Tí søgdu vit báðar ja til at halda fram í stýrinum fyri Bústaðir og gleddu okkum til samstarvið í nýggja stýrinum. Umframt at vit gleddu okkum at halda fram við tí góða, professionella og konstruktiva samstarvinum, sum hevði verið saman við leiðsluni á Bústaðir tey árini, vit hava verið í stýrinum. Endamálið hjá Bústøðum er óbroytt í mun til gomlu lógina og har stendur m. a.: • 1) at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað • 2) at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum Tað er ikki soleiðis, at stýrið sjálvt kann avgera, hvat endamálið hjá Bústøðum er, hóast ein meiriluti í stýrinum hevur sett í starvsskipanina“ at stýrið skal tryggja, at felagið til eina og hvørja tíð hevur eitt greitt endamál”. Tað hevur tíverri frá fyrsta degi verið ringt arbeiðslag í nýggja stýrinum fyri Bústaðir. Frá fyrsta degi var ivi sáddur um arbeiðið hjá Bústøðum, um at alt ikki er farið rætt fram og tí máttu gamlar avgerðir og verkætlanir kannast og granskast og hvør fundarfrágreiðing fleiri ár aftur í tíðina endavendast. Tí hava tað higartil ikki verið stundir til at koma í gongd við veruliga arbeiðið, sum er at fyrireika bygging av nýggjum íbúðum. Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum. Vit vilja her taka frástøðu frá fleiri av teimum sjónarmiðum, sum formaðurin førdi fram í D & V 15. oktober eins og vit taka frástøðu frá tíðindaskrivinum frá formanninum 19. oktober. Vit vóru ikki vitandi um tíðindaskrivið. Tá formaðurin í samrøðu við D & V sigur, at skrivið er frá honum vegna stýrið og eina aðru ferð sigur, at skrivið er frá stovninum Bústaðir, so er tað ikki so, og hetta er ikki viðgjørt í stýrinum. • Vit harmast um ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum. • Vit eru ørkymlaðar um tann skaða, henda herferð hjá formanninum longu hevur havt á Bústaðir og tess virksemi. -Her hugsa vit millum annað um tað misálit, sum formaðurin sáar um tað arbeiði, sum starvsfólkini áBústøðum hava útint og útinna hvønn dag. Við síni skriving og útsøgnum vísir formaðurin, at hann ikkihevur álit á stjóranum og á starvsfólkunum. -Vit hugsa eisini um tann skaða formaðurin hevur gjørt á tað framtíðar samstarv, sum Bústaðir skal hava viðíleggjarar, lánsveitarar, kommunur og arbeiðstakarar. Tá formaðurin rør framundir, at tað er fíggjarligt óskilá Bústaðum, so er hann við til at skaða álitið á Bústaðir. • Formaðurin sigur, at hansara mál er, at Bústaðir ongantíð skal hava fyri neyðini at biðja um pengar úr landskassanum. Bústaðir hevur ongantíð haft fyri neyðini at biða um pengar úr landskassanum og fer væntandi heldur ikki at hava tað fyri neyðini. Tí skilja vit ikki hvat formaðurin vil við slíkari útsøgn annað enn at skaða álitíð á Bústaðir. • Tá formaðurin sigur at“ Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldsføristrupulleikum úti í sjónarringinum” er hetta ikki rætt. Bústaðir hevur ongantíð haft gjaldsføristrupulleikar og einki grundarlag er fyri páhaldinum um, at Bústaðir í framtíðini koma at hava gjaldføristrupulleikar. • Tað er heldur ikki rætt, tá formaðurin sigur, at Bústaðir er í ferð við tríggjar nýggjar bústaðarbyggingar. Nýggja stýrið hevur sum sagt onga verkætlan samtykt enn. • Tað er somuleiðis heldur ikki tikin nøkur avgerð um at byggja teir búfelagsskapir og barnabústovnar, sum formaðurin skrivar í tíðindaskrivinum. Hesar verkætlanir skulu avtalast við Almannaverkið og tað er ikki gjørt enn. Vit halda at verandi arbeiðsháttur hjá formanninum er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi og má broytast, um Bústaðir aftur skal arbeiða professionelt og konstruktivt. Soleiðis ber ikki til at arbeiða–hvørki í einum almennum grunni ella einum partafelagi. Tað er okkara vón, at stýrið fyri Bústaðir aftur verður virkisført. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 5 Størv Eitt starvsfólk til stovn í Tórshavn fyri ung við sálarligum trupulleikum Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. 6 Leygardagur 23. oktober 2021 Neyðugt at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri Stýrisformaðurin í Bústøðum, Regin Hammer, sigur, at neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Stýrisformaðurin í Bústøðum fer at leggja uppskot fyri stýrið um at kanna virksemið hjá grunninum nærri. Endamálið er at laga Bústaðir til broyttu lógina á økinum, skipa ein skynsaman búskap og at hjálpa, har tørvurin er størstur Í næstum skal stýrið í Bústøðum taka støðu til eitt uppskot frá stýrisformanninum um at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri. Uppskotið hevur til endamáls at styrkja tann sosiala partin og steðga byggingini av luksusíbúðum, sum bert tæna nøkrum fáum fólkum. -Bústaðir skulu lagast til ein nýggjan veruleika í kjalarvørrinum á lógarbroytingini, sum var gjørd í vár. Vit skulu inn at veita skjóta hjálp, har tørvurin er størstur, og tað gerst bert, um vit fáa skipað búskapin í grunninum soleiðis, at virksemið verður bæði fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygt, sigur Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum. -Mítt mál er, at Bústaðir ongantíð skulu hava fyri neyðini at biðja pengar úr Landskassanum. Vit skulu brúka møguleikarnar í lógini at fáa í lag eitt gott samstarv við vinnulívið, pensjónsgrunnar og aðrar viðkomandi partar, har vit í felag byggja íbúðir og aðrar bústaðir, sum nøkta samfelagstørvin á eina skynsaman og tryggan hátt, sigur stýrisformaðurin í Bústøðum. Hann vísir á, at neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri. Kanningararbeiðið skal tó ikki steðga teimum verkætlanum, sum eru í gongd. -Í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum úti í sjónarringinum. Í verandi búskapi er t. d. ilt at fáa eyga á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, sigur Regin Hammer. Hann leggur dent á, at hetta er ein spurningur, ið stýrið og leiðslan skulu fáa greiði á, og sum ikki eigur at órógva starvsfólk og dagliga virksemið í grunninum. Regin Hammer skilir kortini væl, at íkomna støðan kring stjóran er trupul fyri starvsfólkini. -Eg harmist um, at støðan gjørdist so tyngjandi fyri starvsfólkini, men hetta er tíverri ein flúrur vit skulu sigla rundanum, áðrenn vit aftur kunnu halda eina trygga kós. Eg miði eftir, at vit finna eina loysn sum skjótast. Verkætlanir, sum stýrið hevur samtykt, verða førdar út í lívið, staðfestir Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum. Bústaðir eru m. a. í løtuni í ferð við nýggjar bústaðabyggingar í Norðagøtu, við Dalavegin og á Heimasta Horni í Havn. Harumframt verða reistir búfelagsskapir í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn og barnabústovnar í Suðuroy, Vágum, Eysturoy, Klaksvík og Tórshavn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 Orsøkirnar til at Jenis av Rana ikki var við á tveimum arktiskum fundum í Íslandi hava onki við koppseting at gera, vissaði hann løgtingið um mikudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Tað hevur ikki forðað Jenisi av Rana at røkja sínar uppgávur sum landsstýrismaður við uttanríkismálum, at hann ikki hevur latið seg koppseta móti korona. Tað upplýsti hann fyri løgtinginum mikudagin. Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum setti landsstýrismanninum spurningin, nú tað eru tvey dømi um, at landsstýrismaðurin ikki hevði luttiki á arktiskum fundum í Íslandi, seinast til ráðstevnuna Arctic Circle í farnu viku. Landsstýrismaðurin var týðuliga firtin inn á framsóknartingmannin, tí hann í sínum innleggi illtonkti vantandi koppsetingina fyri, at Jenis av Rana ikki luttók á hesum fundum. Landsstýrismaðurin segði, at orsøkin var persónlig, og harvið ikki er løgtinginum viðkomandi. Bjarni Kárason segði seg hava forstáilsi fyri, at landsstýrismaðurin í farnu viku varð forðaður í at vera við í Arctic Circle, men legði afturat, at hann ikki hevði fingið svar uppá, hví bara løgmaður og ikki landsstýrismaðurin við uttanríkismálum var við á arktiska ráðharrafundinum í Íslandi 20. mai. Jenis av Rana svaraði aftur, at spurningur um vantandi koppseting als ikki var orsøk til at hann ikki luttók á nevndu fundum. Tey ókoppsettu skuldu í fimm-daga sóttarhald Tingfólk úr Tjóðveldi undraðust eisini. Bjørt Samuelsen greiddi til dømis frá, at tá hon var á fundi í Arctic Circle í Reykjavík í farnu viku, so skuldi hon prógva, at hon var koppsett–um ikki skuldi hon havt verið í sóttarhaldi í fimm dagar fyri at sleppa við til ráðstevnuna. -Eru aðrar reglur galdandi fyri innbodnar VIP’ arar, spurdi hon. Høgni Hoydal vildi hava at vita, um tað var samhaldsfast, at landsstýrið heitir á allar borgarar um at lata seg koppseta, tá landsstýrismaðurin við uttanríkis-, menta- og skúlamálum ikki ger tað. Jenis av Rana svaraði ikki hesum spurningum, men vísti á, at tað er frívillugt at lata seg koppseta, og at hetta eisini er galdandi fyri landsstýrisfólk. -Landsstýrið-í hvussu so er henda samgongan-hevur tíbetur ongar ætlanir um at tvinga borgarar sínar til nakað sum helst, segði Jenis av Rana. Landsstýrismaðurin vísti á–og hann varð eisini stuðlaður av floksfelaganum, Bill Justinussen–at nógv er komið burtur úr á uttanríkispolitiska økinum, hóast landsstýrismaðurin sjálvur ikki hevur verið so nógv á flogi hesa koronaraktu tíðina, hann hevur sitið. Kortini er tað eydnast at hitta heili tveir amerikanskar uttanríkisráðharrar umframt tann danska, grønlendska og íslendska. Til hetta vísti Bjarni Kárason Petersen á, at føroyski landsstýrismaðurin bara hevur verið á ferð í Danmark og í Íslandi undir embætisskeiði sínum. Til Danmarkar hevur verið frítt at ferðast, og staðfestast kann, at tað í hvussu so er eru tveir fundir í Íslandi, har Jenis av Rana ikki hevur luttikið. Landsstýrismaðurin svaraði aftur, at nógv kann fáast av skafti á uttanríkispolitiska økinum uttan at tað er neyðugt at fara av landinum. -Eg ætli mær so ikki at ganga í fótasporunum á undanmanni mínum úr Framsókn, sum var meira á flogi enn í tinginum, segði Jenis av Rana. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 9 Leygardagur 23. oktober 2021 COP26: Føroyskar fotomyndir varpa ljós á veðurlagsbroytingar Ein røð av fotomyndum úr Føroyum verður víst í Skotlandi, tá veðurlagsráðstevnan hjá Sameindum Tjóðum verður um mánaðarskiftið (Mynd: Bjarni Mohr) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Verk hjá átta fotografum í Norðurlondum verða sýnd fram, tá veðurlagsráðstevnan, COP26, verður sett í Skotlandi sunnudagin 31. oktober. Tey átta norðurlendsku listafólkini hava hvør í sínum lag fotograferað til framsýningina, sum í ár eisini visuelt varpar ljós á umhvørvisbroytingarnar í heiminum. Verkini hjá teimum átta fotografunum verða sýnd fram í Glasgow, tá COP26-ráðstevnan hjá ST verður hildin í døgunum frá 31. oktober til 12. november. (Mynd: Bjarni Mohr) Føroyski dokumentaristurin Bjarni Mohr, sum hevur arbeitt saman við hinum norðurlendsku listafólkunum um framsýningina, hevur átta verk á felags framsýningini. –Eg havi roynt at fotografera hjátýdningar í føroysku náttúruni og umhvørvinum, fyri á tann hátt at vísa á veðurlagsbroytingarnar, sigur føroyski dokumentaristurin. Framsýningin, kallað "Forever Changes", er fyrst og fremst í samband vid COP26-veðurlagsráðstevnuna hjá Sameindum Tjóðum, men framsýningin hongur eisini uppi á Street Level Photoworks í Trongate 103 í Glasgow til 30. januar. Umframt Bjarna Mohr eru hesir fotografar við á framsýningini: Helene Schmitz, Svøríki, Klaus Thymann, Danmark, Christian Houge, Noreg, Katrín Elvarsdóttir og Hallgerður Hallgrímsdóttir, Ísland, Lasse Lecklin, Finnland og Mike Day, Skottland. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2021 10 Leygardagur 23. oktober 2021 Omanlop í lundalandinum í Mykinesi Óvist er hvussu stórur skaðin er (Mynd: Eddie Lauritsen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað er lopið úti í Lamba í Mykinesi, har nógvur lundi heldur til um summrarnar. Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, sum mikukvøldið legði myndir av omanlopinum út á Facebook, sigur, at tað er lopið úti í Lamba, av Rógvuni niður yvir Haldanatorvu og bóndabóli og á slætt. (Mynd: Eddie Lauritsen) Ein partur av nýggju gøtuni er eisini farin. Júst hvussu stórur skaðin er, er enn ikki greitt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 11 Leygardagur 23. oktober 2021 Kanningarstjóri verður settur Allir andstøðutinglimir hava skrivað undir áheitanina til løgtingsformanninum við boðum um at seta kanningarstjóra at kanna fiskivinnuumsitingina seinastu 11 árini (Savnsmynd) SkrivaÐ: Mikudagin skrivaðu allir andstøðutinglimirnir á løgtingi undir eina áheitan til løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Sostatt eru 15 undirskriftir fyri. Tinglimirnir í samgonguni hava eisini fingið kanningarsetningin, men enn er ikki frætt um nakran, ið hevur skrivað undir áheitanina. Kanningin er í trimum pørtum, tí heili tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um: Fyrsti partur snýr seg um sjófeingislógina frá 2020, sum er galdandi í dag. Annar partur snýr seg um fiskivinnunýskipanina frá 2018-2020 Hesir báðir partarnar skulu vera klárir og almannakunngjørdir hin 1. mai 2022 Triðji partur snýr seg um lógina um vinnuligan fiskiskap í tíðarskeiðnum 2010-2018 Hesin parturin skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022. Tað er neyðugt at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar í okkara samvinnu við Ísland, var greiði boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á fundi við Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Íslandi SkrivaÐ: Tíðindaskriv–Síðani Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi í 2006, hava verið atfinningarsamar røddir í Føroyum. Vit hava seinastu 15 árini havt nógv ymisk mál, ið vit hava strongt á fyri at fáa avgreidd. Um vit vilja styrkja samvinnuna millum Føroyar og Ísland, er tað er avgerandi, at vit loysa tær avbjóðingar, ið støðugt stinga seg upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Á fundunum við íslendska forsætisráðharran varð nýggja íslendska frágreiðingin um viðurskiftini við Føroyar umrødd. Frágreiðingin kann vera við til at betra um samvinnuna millum londini. Løgmaður heldur tað eru møguleikar fyri einum styrktum samstarvi við Ísland–ikki minst innan alivinnu og ferðavinnu. –Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Okkara lívstreytir í norðurhøvum líkjast nógv, og tí er upplagt, at vit samstarva meira. Eg haldi til dømis, at íslendingar kunnu læra nógv av okkara dugnaligu alivinnu, meðan føroyska ferðavinnan eisini kann læra nakað av royndunum hjá Íslandi, heldur løgmaður. Umframt fundin við íslendska forsætisráðharran, skifti løgmaður eisini orð við Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra, um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021 13 Leygardagur 23. oktober 2021 Kravið um munnbind verður slept 1. november Skjótt verður tað ikki longur krav at brúka munnbind, tá mann flýgur við Atlantsflogi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Frá 1. november verður tað ikki longur krav at brúka munnbind umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi. –Nú tá har eru so nógv koppsett fólk eru bæði í Føroyum og til ferðamálini, vit flúgva til, hava vit valt at broytt tað soleiðis at tað ikki er eitt krav, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Útvarpið. Hon leggur afturat, at ferðafólk framvegis eru vælkomin at brúka munnbind, um tey ynskja tað. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 14 Leygardagur 23. oktober 2021 Nú eru 194 á bíðilista Bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina er nú 16-17 mánaðir. Orsøkin er, at fleiri nýggj børn verða ávíst, enn tey klára at útgreina, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Í vár upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, at bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina var umleið 14-15 mánaðir, og at 166 børn vóru á bíðilista. Síðani er hesin bíðilistin longdur, og bíðitíðin er nú longd til 16-17 mánaðir. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Sirið Stenberg vísti í viðmerkingum á, at støðan á barna- og ungdómspsyiatriini er sera álvarsom, og at barnalívið ikki eigur at verða brúkt til at standa á bíðilista. –Tess longur børn bíða, tess størri gerst vandin fyri, at ymisku trupulleikarnir kunnu blíva til varandi líðing. Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn menning og trivnað. Og hvør dagur telur, segði hon. Í løtuni eru 194 børn á bíðilista. Av teimum eru 117 í aldrinum 0-11 ár, og 77 eru í aldrinum 12-17 ár. –Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er vaksin seinastu árini er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í løtuni megnar Barna- og ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við verandi starvsfólkaorku. Heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Við verandi starvsfólkaorku klárar barna- og ungdómspsykiatriin tríggjar útgreiningar um vikuna. Um talan er um akutta ella sonevnda "subakutta" støðu, verða sjúklingarnir sjálvandi raðfestir framum í bíðilistanum, sigur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021 15 Leygardagur 23. oktober 2021 Pól Sundskarð: Nú er tað venjing sum skal til Royndi fjallagongumaðurin var í farnu viku óheppin og gleið av Seyðringarskarði Bjørg á Lava Sundskarð saman við Pól Sundskarð á Ríkissjúkrahúsinum SkrivaÐ: Sverri Egholm-Hey tit øll. Vanliga koma mínar myndir av einum fjallatoppi, men ikki í kvøld, henda heilsan kemur av Ríkissjúkrahúsinum. Soleiðis byrjaði kendi fjallagangarin Pól Sundskarð eina støðudagføring á Facebook síðsta leygarkvøld. Hann var síðsta mikudag óheppin og gleið av Seyðringarskarð á veg oman í Strandadal á Borðoynni. Bjargingarlið og tyrlan vóru eftir honum, og fingu hann á sjúkrahús. Pól Sundskarð skrivaði, at hann skuldi undir skurð í rygginum sunnudagin. Tað munnu vera fá støð í føroysku náttúruni, har Pól Sundskarð ikki hevur traðkað síni spor, og seinastu árini hava vit havt óteljandi nógvar myndir hjá Pól Sundskarð á Portalinum. "Tađ gongur orduliga gott, so nú er tađ venjing sum skal til" Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021 16 Leygardagur 23. oktober 2021 Knassar niðurskriva Portalin við 4,2 milliónum Raksturin hjá Knassum gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur, men orsakað av stórum avskrivingum er ársúrslitið eitt hall upp á 4,8 milliónir SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað sigur botnlinjan hjá Sp/f Knassar, sum rekur og eigur Portalin umframt lýsingaskipanina Vevlýsingar fyri roknskaparárið 2020/2021. Felagið hevur annars havt svørt tøl á botnlinjuni seinastu árini. Høvuðsorsøkin til stóra hallið er, at Portalurin er niðurskrivaður við 4,2 milliónum og niður í einki. -Tað merkir sjálvandi ikki, at Portalurin einki virði hevur, og hetta ávirkar ikki virksemið hjá felagnum. Men fyri at sleppa undan at gera metingar á hvørjum árið, verður niðurskrivingin gjørd í einum nú, sigur Niklái Nysted, stjóri í Sp/f Knassum. -Leggjast kann afturat at umsetningurin nærum er tvífaldaður síðani vit keyptu Portalin, og umsetningurin hesar fyrstu seks mánaðirnar í nýggja roknskaparárinum eru 65 prosent hægri enn árið fyri. Koronakreppan í mars 2020 gjørdi eisini sítt til, at inntøkurnar ikki gjørdust tær somu sum árið fyri, og tað hevur við sær, at raksturin fyri fyrstu ferð í trý ár gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur. Starvsfólkakostnaðurin var 2,7 milliónir krónur, sum er umleið 350.000 krónur meira enn árið fyri. Fíggjarstøðan vísir eina negativa eginogn upp á 5,9 milliónir krónur. Sp/f Knassar var stovnað í 2001 sum kt-felag, har høvuðsvirksemið var at gera heimasíður og veita kt-tænastur. Í 2013 keypti felagið heimasíðuna Portal. fo frá Føroya Tele, og hevur síðani hugsavna seg um miðilin og lýsingartænastuna Vevlýsingar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021 17 Leygardagur 23. oktober 2021 Bygma Balslev góðar 22 milliónir í avlopi Besta árið hjá felagnum síðstu 17 árini Virksemið hjá Balslev á Vegnum Langa í Hoyvík (Mynd: Kringsýni/Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Sverri Egholm Síðstu mongu árini hevur Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/F verið størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum. Talan er um eina stóra og vælrikna fyritøku, sum ár um ár hevur víst á góð rakstrarúrslit og hevur ligið fremst millum timburhandlarnar í Føroyum. Um tað er metstóra byggivirksemið í Føroyum, møguliga saman við stórum innanlands privatum eftirspurningi orsakað av koronu, sum er orsøkin til vøksturin í 2020, verður ikki upplýst í roknskaparfrágreiðingini frá felagnum. Men staðfest er, at aðalfundurin í Balslev kundi leggja ein metgóðan roknskap fram, sum gav eitt avlop upp á heili 22,3 milliónir krónur, sum er besta árið hjá Bygma Balslev síðstu 17 árini. Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 55,8 milliónum krónum í 2019 til 62,8 milliónir í 2020, sum er ein vøkstur á 12,5 prosent. Samlaða nettosølan verður ikki upplýst. Starvsfólkakostnaðirnir øktust 4 milliónir í 2020 til 32,1 milliónir krónur. Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 27,6 milliónum í 2019 til 30,7 milliónir krónur í 2020. Vøksturin er 11,2 prosent. Bygma Baslev rindaði 4,8 milliónir krónur í partafelagsskatti í 2020. Úrslit eftir skatt í 2020 gjørdist eitt avlop á 22,3 milliónir krónur, samanborið við 19,8 milliónir í 2019, sum gevur ein vøkstur í úrslitinum á 12,8 prosent. Fíggjarjavnin øktist úr 47,4 milliónum í 2019 til 50,6 milliónir krónur í 2020. Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Bygma Balslev sæst, at samlaðu ognir og skyldur øktust úr 134,9 milliónum í 2019 til 149,0 milliónir krónur í 2020. Serliga er støðisognin økt við 6 milliónum og onnur ogn við 9,2 milliónum krónum, meðan tøkur peningur er minkaður við 3,6 milliónum. Vørugoymslan var 37,7 milliónir krónur í 2020, sum er sama støði sum í 2019 og áogn frá søluni var 30 milliónir í 2020, samanborið við 28,1 milliónir krónur í 2019. Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 80,8 milliónum í 2019 til 88,1 milliónir krónur í 2020. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið er 59 prosent, sum verður mett at verða gott. Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina, úr 49,7 milliónum í 2019 til 56,8 milliónir krónur í 2020. Gjaldførið hjá Bygma Balslev var eisini gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum“ gjaldførislutfall”, sum er munurin millum ogn í umferð og stuttfreistaða skuld, var 138 prosent í 2020 samanborið við 141 prosent í 2019. Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum sambært upplýsingum á teirra heimasíðu, www. bygma. dk, er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu í 2020 á 9,4 milliardir krónur. Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2020 sett 15 milliónir krónur av, fyri at rinda sum vinningsbýti til eigararnar. Bygma Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 75. Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021 18 Leygardagur 23. oktober 2021 Landsbankin: Landskassans skuld er 4 milliardir krónur Landskassans rentuberandi skuld svarar til 18 prosent av BTÚ SkrivaÐ: Tíðindaskriv Landskassin rindaði í juni 2021 eitt lán aftur á 1,35 milliardir krónur, og skuldin fall tí við hesi upphædd. Hetta bar til, tí landskassin í juni í 2020 tók eitt lán á 1,6 milliardir fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við Covid-19. Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri, enn áður væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021. Landskassans rentuberandi skuld er í løtuni umleið 4 milliardir krónur. Tað svarar til 18 prosent av BTÚ í 2021, sí myndina. Í august í ár gav Moody’ s Føroyum somu kredittmeting, sum seinast; tað vil siga Aa 2 við støðugum útliti. Hetta er triðja hægsta rating (“ próvtal”), sum eitt land kann fáa. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 Eitt mát fyri, hvussu tað gongur í eini fyritøku, er rentingin av eginpeninginum eisini kallað eginpeningsavkastið, ið verður roknað sum úrslitið eftir skatt í mun til eginpeningin í fyritøkuni. Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast SkrivaÐ: Tíðindaskriv Myndin niðanfyri vísir eginpeningsavkastið hjá føroysku peningastovnunum frá 2010 til 2020. Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast. Fyri tíðarskeiðið eru 2016 og 2017 tey bestu árini fyri allar bankar. At avkastið síðstu tvey árini ikki hava verið líka góð, er bæði tí úrslitið eftir skatt hevur verið eitt vet minni hesi ár, men eisini tí eginpeningurin hevur verið nakað hægri hesi árini. Kapitalkrøvini til bankarnar hava síðani heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 verið hækkandi, og tí hækkar eginpeningurin. Í 2019, ið var seinasta‘ vanliga’ árið, áðrenn covid-19 rakti, var árliga avkastið av eginpeninginum hjá BankNordik 10 prosent, hjá Betri Banka 6,2 prosent, hjá Norðoya Sparikassa 3,5 prosent og hjá Suðuroyar Sparikassa 0,63 prossent. Sambært FinansDanmark var eginpeningsavkastið eftir skatt fyri danskar bankar til samanbering í miðal 8,6% í 2019. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 20 Leygardagur 23. oktober 2021 Útfluttu fyri 5,7 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar Hetta er sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør og áleið tað sama sum í 2019 (Savnsmynd: Hagstovan) SkrivaÐ: Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu átta mánaðirnar í ár var samlaði útflutningurin 5,7 milliardir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var útflutningurin 5,5 milliardir. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, var eisini útflutt fyri 5,7 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar, skrivar Hagstovan. Men fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin tó væl minni enn fyri tveimum árum síðani. Seinastu mánaðirnar er tó meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019. Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20 prosent lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er tó hægri, bæði í nøgd og virði. Laksaútflutningurin er vaksin 17 prosent, og var hann 2,6 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14 prosent í virði og 17 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði seks prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks sjey prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 21 Leygardagur 23. oktober 2021 Innflutningurin methøgur Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, sambært Hagstovuni (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, og tað er met, skrivar Hagstovan. Ongantíð fyrr er meira innfutt. Nú innflutningurin til og við august er gjørdur upp, sæst, at innflutningurin vaks 8,4 prosent í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11 prosent. Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og sæst hetta eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, hava vit brúkt 30 prosent meiri uppá brennievni higartil í ár samanborið við í fjør. Størsti vøksturin er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna". Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira enn í fjør, sum er ein vøkstur á 39 prosent. Eisini sæst ein stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu–átta prosent. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 22 Leygardagur 23. oktober 2021 Dagsstovnurin Hans Andrias Djurhuus Dagstovnurin við Landavegin í Havn hevur fingið nýtt navn (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Í vikuni var móttøka í samband við at Dagstovnurin á Landavegnum broytir navn til "Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus". Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, vóru við til hátíðarhaldið, og fingu teir heiðurin, at avdúka nýggja stovnsnavnið, nýggja búmerki og nýggju nøvnini á stovunum. Nógv fólk var komið saman til hesa hátíðarløtuna, og bæði starvsfólk, foreldur og børn vóru spent. Hátíðarhaldið byrjaði við at Jens Marni Hansen sang, og harnæst bjóðaði Steinbjørn Viggoson Olsen stovnsleiðari vælkomin, til navnaskiftið og hugnaløtuna hjá dagstovninum. Síðani var borgarstjórin Heðin Mortensen boðin at siga nøkur orð. Í røðu síni legði Heðin Mortensen fyri við at lýsa, hvussu vakurt og væl Hans Andrias Djurhuus kundi yrkja, eitt nú í flaggsanginum. Eftir røðuna hjá borgarstjóranum, fekk Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, høvið til at halda røðu, áðrenn hann avdúkaði nýggju nøvnini á teimum einstøku stovunum Eftir røðuna avdúkaði Annfinn Brekkstein nýggju stovu-nøvnini á dagstovninum. Og vóru allar stovurnar navngivnar við íblástri úr kendum barnarímum og sangum eftir Hans Andrias Djurhuus: Snjósóljan broytir navn til“ Marinarstova” (Lítla Marin fekk frá mammu síni) Gullsóljan broytir navn til“ Klæmintsstova” (Veturin kom við kulda og kava) Tjarnarsóljan broytir navn til“ Elsustova” (Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku) Dreymsóljan broytir navn til“ Onnustova” (Drívur døgg um døkka grund) Sóljan broytir navn til“ Glæman” (Meg minnist eina mynd) Miðrúmið eitur framyvir "Bábylon" (Kongaríki í Bábylon) Og starvsfólkarúmið eitur "Áarstova", uppkallað eftir barnaheiminum hjá Hans Andriasi. Sum tað seinasta á skranni, kundi Heðin Mortensen borgarstjóri avdúka nýggja búmerkið og nýggja navnið hjá Dagstovninum. Og børnini vóru, sum vera man, øgiliga spent. Tað er Sasho Bjartsson sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 23 Leygardagur 23. oktober 2021 Edna Strøm Günther og Marjun Nielsen fingu medalju frá drotningini Hátíðarløta var í vøggustovuni Stella Maris í dag, har tær báðar nú hava havt 45-ára starvsdag Borgarstjórin handaði Ednu og Marjuni medalju, umframt SkrivaÐ: Agnar Prestá Hátíðarløta var í vøggustovuni Stella Maris, í samband við at Edna Strøm Günther og Marjun Nielsen hava verið 45 ár í starvi. Heðin Mortensen handaði teimum heiðurstekin frá Tórshavnar Kommunu og fortjenstmedalje frá hennara hátign Margrethu Drotning og helt síðani eina røðu, har komið varð inn á nógvar av góðu eginleikunum hjá Ednu og Marjuni. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at nógv fólk var komið saman í Stella Maris, og at nógv var gjørt burturúr við køkum og kaffi og tónleiki, umframt handanini og røðuni. Ólavur á Váli Olsen framførdi nøkur løg, saman við systur síni Jonu Olsen, og mammuni Charlottu á Váli Olsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 24 Leygardagur 23. oktober 2021 Nýtt átak um gáloysni í ferðsluni Komandi vikurnar skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við Trygd og Betri Trygging, fyri átak um gáloysni í ferðsluni SkrivaÐ: Hvat gert tú, meðan tú koyrir? Alt annað er býtt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum við nýggjum átaki fer at varpa ljós á gáloysni í ferðsluni komandi vikurnar. Hetta verður gjørt í samstarvi við Trygd og Betri Trygging. –Við einum spildurnýggjum átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis: tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS tú innstillar útvarp ella tónleik tú tekur okkurt upp av gólvinum tú etur, drekkur ella roykir tínir tankar eru aðrastaðni Hvat siga hagtølini? Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 kr í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon. Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 kr, umframt klipp í koyrikortið. Í“ Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019–2027” verður mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið, skrivar RFF. Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, skrivar RFF. –Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara‘ gáloysni’ og bara‘ ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni. –Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt. RFF vísir á, at snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímoti smsboðum, meðan ein koyrir. Eisini verður skotið upp, at onnur ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað enn at koyra, bjóða seg at taka sær av telefonsamrøðum, smsboðum, ella útvarpinum, ella at tey biðja bilføraran koyra til síðis og steðga bilinum, til teir eru til reiðar at halda fram at koyra. Átakið um gáloysni byrjar í dag, 18. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 25 Leygardagur 23. oktober 2021 FarPay kosin” Børsen Gazelle 2021” Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin“ Ársins íverkseti” í Føroyum og nú er FarPay kosin til“ Børsen Gazelle 2021”, av danska blaðnum Børsen SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyska fintech fyritøkan FarPay, hevur seinastu árini havt stóra framgongd bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin“ Ársins íverkseti” í Føroyum og nú er FarPay kosin til“ Børsen Gazelle 2021”, av danska blaðnum Børsen. Tað er ein stórur sigur fyri FarPay, eftir eitt ár, har korona heimsfarssóttin hevur sett forðingar fyri mongum fyritøkum. Nakrar fyritøkur eru kollsigldar, meðan FarPay hevur havt góðan viðstreym og hevur í 2020/2021 økt um bæði kundatal og umsetning, eins og undanfarnu árini. Og tað er grundarlagið fyri Gazelle-prísin, har krøvini eru, at fyritøkan skal veksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi tvífalda umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini. Eitt stórt herðaklapp-Vit eru ógvuliga stolt av at verða kosin til“ Børsen Gazelle, staðfestur Sámal Samuelsen, stjóri. -Tað er eitt stórt herðaklapp til okkara ágrýtnu starvsfólk, ið leggja nógva orku í at skapa tær tænastur, sum hava givið okkum stóran vøkstur og viðgongd hjá okkara kundum og teirra gjaldarum. -At blíva kosin“ Gazella” hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, men tað er eitt tekin um at úrslitini vit hava nátt seinastu árini eru sera góð. Og vit stríðast áhaldandi fyri at økja vøksturin og blíva Gazella aftur næsta ár. Tí hava vit sett fleiri nýggj starvsfólk, bæði í Føroyum og Danmark, og er starvsfólkatalið tvífaldað seinasta árið, so vit hava orku til at renna móti nýggjum málum, og enn fleiri framkomnum og brúkaravinarligum loysnum. FarPay er fyrr í ár flutt í nýggja høvuðsskrivsstovu í Tórshavn, har rúmd er fyri framtíðar vøkstrinum hjá felagnum og fleiri starvsfólkum. FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar, men FarPay arbeiðir eisini við at víðka um virksemi til onnur lond. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 26 Leygardagur 23. oktober 2021 Skipið er bygt í Kina í 2012 (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) SkrivaÐ: Føroyska Sjómansmissiónin-Vit yvirtóku Vos Shine í Singapor hósdagin 14. oktober, og tá var merkið vundið upp í mastrina. Skipið er keypt tí vit royna at menna okkum, eisini í fjølbroytni. Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari í reiðarínum Thor í Hósvík. -Skipið er bygt í Kina í 2012, er 60 metrar langt og 14,9 metrar breitt. Tað hevur arbeitt í frálandavinnu, men skal nú umbyggjast, so tað kann gera onnur arbeiði eisini, sigur hann. -Skipið kemur at arbeiða í frálandavinnu ymsastaðni í Asia, og harumframt ætla vit eisini at gera geologiskar botnkanningar, sigur Hans Andrias Kelduberg. Fyribils kemur skipið at eita Vos Shine og skipari verður Helgi Pauli Olsen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 Leygardagur 23. oktober 2021 Kenslan góð at koma í gongd Tað sigur Birgir Lützen úr Havn. Hann hevur fingið tillutað kvotu úr Fiskimálaráðnum, og hevur keypt skip úr Noreg, sum kemur til Føroya um nakrar dagar SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson-Vit hava keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk. Skipið er klassað, og í sera góðum standi, sigur Birgir Lützen, sum er reiðari í nýggja felagnum Gráasteini, sum hevur keypt skipið til Føroya. Talan er um norska skipið Havfisk. -Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, sigur reiðarin við Portalin. Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen. Skal eita Birita Skipið, sum verður skrásett í Tórshavn, fer at fáa navnið Birita, sum er navnið á yngstu dóttrini hjá Birgir og konuni, og fær kenningarnummarið TN 132, sum er kenningarnummarið hjá fyrrverandi Nornagesti, sum abbi Birgir átti. -Um abbi livdi, so hevði eg ivaleyst kallað skipið Nornagestur, men eg vil heldur uppkalla dótttur mína enn einum skipið, sum abbi mín, sum er farin herfrá, hevur átt, sigur Birgir Lützen. Birgir sigur, at tað verða Tórfinn Debes Davidsen, og bróðurin Sámal Davidsen, sum koma at føra Biritu, og at farið verður til fiskiskap so skjótt øll loyvini eru komin uppá pláss. Birita er bygd í 2000, er 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling. Tveir nýggir aktørar í uppsjóvarvinnuni Fiskimálaráðið hevur áður sagt, at tað hevur verið lagt upptil, at tað skal verða pláss fyri einum, møguliga tveimum nýggjum aktørum. Men nøgdirnar, sum eru útlutaðar eru í so lítlar, at at talan verður so lítið í part, og tí eru nýggju skipini heldur gomul. Hitt felagið, sum hevur fingið kvotur til ítøkiligt skipakeyp, er Ango úr Vági, sum hevur keypt Junior úr Hirtshals. Junior er eisini bygt í 2000. Av tí at nøgdirnar eru so lítlar kann hugsast at skipini ikki vera í vinnu alt árið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 28 Leygardagur 23. oktober 2021 Ango keypir uppsjóvarskip úr Danmark Felagið í Vági, sum fekk kvotur til ítøkiligt skipakeyp hevur nú keypt skip úr Danmark (Savnsmynd: Skipalistin) SkrivaÐ: Sverri Egholm Felagið Ango í Vági sum hevur fingið játtað kvotur úr Fiskimálaráðnum hevur keypt uppsjóvarskipið Junior. Tað váttar Heri Godtfred, ein av stigtakarunum fyri jn. fo. Junior sum áður hevur verið í føroyska flotanum við navninum Nýborg fer nú at seta kósina úr Hirtahals móti Føroyum. Hitt felagið, sum eisini hevur fingið kvotur úr Fiskimálaráðnum, Sp/f Gráastein, arbeiðir sum skilst við at keypa norska uppsjóvarskipið Havfisk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 29 Leygardagur 23. oktober 2021 Samskip útvegað sær stóran krana í Runavík Mobili kranin gevur Samskip heilt aðrar møguleikar (Mynd: Runavíkar Havn) SkrivaÐ: Sverri Egholm Samskip hevur útvegað sær ein nýggjan stóran krana. Nýggi kranin gevur Samskipum heilt aðrar møguleikar. Talan er um ein um mobilan kajkrana, ið kann lyfta nakað omanfyri 100 tons. Kranin vigar uml. 400 tons við kontravektum, og kranaførarin situr í 24 metra hædd, skrivar Runavíkar Havn á heimasíðuni. Primera virksemið er at landa og lasta bingjuskipini hjá Samskipum. Arnarfell og Helgafell hava skipskrana, men Samskip vænta at kunna gagnnýta skipini betur og skunda undir operatiónina við kajkrananum, umframt at hesin kranin gevur teimum møguleika at taka ímóti skipum, ið ikki hava skipskrana. Slíkir kranar eru bert í Tórshavn sum nú er, og tí kann tað eisini hugsast, at Runavíkar havn kann fáa fyrimunir av krananum í framtíðini við at bjóða seg fram at taka ímóti kranaleysum skipum við tungari last, ið skal uppá land í Føroyum. Men tað má tíðin vísa, siga tey á skrivstovuni hjá Samskipum í Saltangará, sigur Runavíkar Havn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021 30 Leygardagur 23. oktober 2021 Navaljyj fær Sakharov-virðislønina Hevur sitið fongslaður í Russlandi síðani januar mánað (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Fongslaði russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, fær viðurkendu Sakharov-virðislønina í ár. Tað boðaði EPP tingbólkurin í Europa-tinginum frá í gjár. Navalnyj er ein av harðastu kritikarunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Síðan januar hevur hann sitið fongslaður, eftir at hann vendi heimaftur til Russlands úr Týsklandi. Her var hann í viðgerð í fleiri mánaðir fyri eitt eitursálop móti honum, sum hann sigur Kreml standa aftanfyri–nakað, ið forsetin hevur víst aftur. Sakharov-virðislønin er ein høgt vird mannarættindavirðisløn, sum viðurkennir andstøðingar og politiskar frávíkjarar. Virðislønin er á 50.000 evrur. Virðislønin hevur navn eftir sovjetrussiska andstøðingin, vísundamannin og Nobel-heiðurslønarvinnaran, Andrej Sakharov. Í fjør var tað andstøðurørslan í Hvítarusslandi, sum fekk heiðurslønina, sum fyrr eisini er latin saudiarabiska blokkaranum, Raif Badawi og pakistansku Malala Yousafzai. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 M. a. eigur mann at umhugsa, hvar veljarafundir verða hildnir, og um trygdarfólk eiga at vera til staðar, sigur hon sambært Reuters. Lindsay Hoyle, formaður í bretska Undirhúsinum, hevur eisini boðað frá, at hann ynskir at endurskoða trygdartiltøkini í bretska tinginum. 69 ára gamli David Amess varð álopin undir einum veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í býnum Leigh-om-Sea í Onglandi, góðar 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum London. Amess doyði, eftir at hava verið stungin fleiri ferðir. Stutt eftir varð ein 25 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, handtikin á staðnum. Málið verður kannað sum yvirgangur. Fyri fimm árum síðani varð ein annar poltikari eisini dripin. Tá var tað Jo Cox, ið umboðaði flokkin Labour, sum varð stungin niður. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021 32 Leygardagur 23. oktober 2021 Føroyska undirgrundin undir sjóneykuna aftur Norska seismikkfelagið PGS tulkar í løtuni seismikk skotin eystan fyri Føroyar av nýggjum, nú vónir eru til at gera nýggj olju- og gassfund í økinum Nýtulkingin av seismikki hjá PGS fevnir um eitt stórt øki báðumegin markið millum Føroyar og Bretland og byggir m. a. á vónir og útlit til at kunna finna nýggjar olju- og gassleiðir nræhendis verandi fundum á Atlantsmótinum. SkrivaÐ: Eitt av heimsins størstu seismikkfeløgum, norska PGS, hevur í mong ár skotið og tulkað seismikk á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. Úrslitið av hesum arbeiði hevur so eisini verið av stórum týdningi, tá oljufeløg hava sett borin í undirgrundina í hesum stóra økinum, og hevur verið við til at troffið við bæði olju- og gassgoymslur í undirgrundini. Millum føroyingar er norska seismikkfyritøkan PGS eisini kend fyri tætta og týdningarmikla samstarvið við føroysku frálandsfyritøkuna Thor í Hósvík. Herfyri boðaði PGS frá í tíðindaskrivi, at tað er farið í gongd við at nýtulka 3D seismikk í einum stórum øki framvið føroyska markinum, og síðani hesi tíðindi komu fram í vár, hevur felagið nærum tvífaldað kanningarøkið, sum liggur eystan og vestan fyri føroyska markið. Felagið sigur, at nýtulking av seismikki, sum tess skip hava skotið fyri tíð síðani, verður gjørd, nú oljuvinnan hyggur longur og longur vestureftir, har nógv øki eru lítið kannað, og tað tískil eru møguleikar fyri, at olju- og gassfund, sum eru gjørd longur eystari á Atlantsmótinum, halda fram vestureftir. Fyribils kanningar og tulkingar geva týðandi ábendingar um, at økið eystan fyri føroyska markið kann rúma enn ókendar nøgdir av olju og gassi. Upprunaliga var ætlanin at kanna eitt øki uppá 8000 ferkilometrar, men nú er talan um 16.000 ferkilometrar, og er áhugavert at staðfesta, at økið, sum í løtuni verður kannað, liggur fyri stóran part allan vegin fram við føroyska markinum og fleiri staðni inni á føroyska landgrunninum eisini. Kanningarnar vóru m. a. gjørdar í 2013 og 2015. PGS sigur í tíðindaskrivi, at vónirnar til at gera nýggj fund í økinum eru stórar, serstakliga nærhendis olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar og har onkrar teirra eisini framleiða kolvetni í dag. Áhugavert fyri bæði Bretland og Førpoyar Ikki kann sigast annað enn, at hetta stigið er áhugavert fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar, nú tá nýggj orka verður løgd í at kanna undirgrundina í okkara nærumhvørvi meira nágreiniliga. At farið verður undir slíkar kanningar í eini tíð, har mótstøðan móti hesum orkusløgum er vaksandi, kann bert vera ein ábending um, at vónirnar til at finna olju og gass um okkara leiðir framvegis eru til steðar. PGS sigur víðari, at úrslitið av kanningini verður longu klárt í januar mánað næsta ár. Tað áhugaverda við kanningini er eisini, at brúkt verður tann mest nútímans útgerðin til tulkingina, nevniliga breiðband, sum nettupp PGS hevur verið sera heppið við at brúka í sínum arbeiði kring heimin. Christoffer Watts frá PGS sigur, at tey við hesum kollveltandi kanningarháttinum eru før fyri at betra vitanina til øki, sum eru fjald av basalti eins og øki omanfyri basaltløg. Hesi liggja m. a. nær Føroyum. Nýggja tulkingin kann koma sera væl við PGS sigur annars í síni kunning, at fyri oljufeløg, sum longu hava funnið olju- og gasskeldur vestan fyri Hetland, kann nýggja tulkingin av seismikkinum koma væl við, tí hon fer at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at peika út øki nærhendis verandi fund, har møguleikarnir eru størstir fyri at finna nýggjar goymslur í undirgrundini. Og kanningarnar koma so eisini sera væl við hjá oljufeløgum, sum hava fingið tillutað nýggj leitiloyvi, men sum enn ikki hava sett borin í. Hyggja vit at kortunum frá PGS so gongur kanningarøkið heilt inn at markinum og fer fleiri staðni vestur um markið og inn á føroyska landgrunnin. Oljufeløg, sum hava loyvi her eystan fyri markið, eru m. a. Siccar Point Energy, Shell, Suncor, Athena, Corallian, Total, Equinor og BP. Kendastu keldurnar, sum longu eru funnar í økinum, eru Cambo, sum liggur heilt tætt upp at føroyska markinum eins og Rosebank, sum liggur eitt sindur frá markinum. Soleiðis fer oljupallurin á Cambo-leiðini at síggja út og verður hann at síggja tætt við markið. Hvat Cambo keldurni viðvíkur so hava Siccard Point og Shell latið inn umsókn til myndugleikarnar at byggja kelduna út til framleiðslu. Rættiligur rumbul hevur annars verið rundan hesa umsókn, tí umhvørvisfelagsskapir vilja steðga eini útbygging, meðan vinnan heldur útbyggingina hava alstóran týdning. Nú er upp til myndugleikarnar at taka endaliga støðu til umsóknina, hvat helst verður gjørt seinni í hesum árinum. Um Cambo fær grønt ljós til útbygging, so er ætlanin at leggja gassleiðing frá føroyska markinum og víðari í verandi infrastruktur vestan fyri Hetland. Tað skapar heilt nýggjar møguleikar fyri eina framtíðina føroyska olju- og gassvinnu. Aðrar útbyggingar, sum standa fyri framman, eru eitt nú Rosebank. Equinor, sum er fyristøðufelag, fer í 2022 at taka endaliga støðu til eina útbygging. Og síðani koma eisini aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Clair South hjá BP og Grendronach hjá Total. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 33 Leygardagur 23. oktober 2021 Stórfyritøka leggur til brots við vetnisframleiðslu Fyritøkan Ineos, sum í dag framleiðir ymisk sløg av kemikaliun og eisini er størsti framleiðari av vetni í Evropa, fer nú av álvara at menna nýggju grønu orkuloysnina vetni SkrivaÐ: Felagið fer at gera íløgur í fleiri verksmiðjur í Evropa, sum við elektrolysu skulu framleiða vetni (hydrogen) uttan útlát. Kostnaðurin er 2,3 milliardir dollarar. Fyrstu verksmiðjurnar verða bygdar í Norra, Týskalandi og Belgia komandi 10 árini og síðani koma fleiri í Bretlandi og Fraklandi. Felagið sigur, at tað fer at samstarva tætt við stjórnir í ES, sum hava sett vetnisframleiðslu frammaliga í grøna orkuskiftinum. ES hevur longu gjørt av at byggja út elektrolysuútgerð uppá 40GW. Tað er útgerð, sum skal framleiða vetni uttan útlát við at brúka vatn og varandi orku. Henda fer m. a. at koma frá vindmyllum. Í farna mánaði boðaði Ineos frá, at tað fer at broyta skotska petrokemiska verksmiðju og eitt oljureinsarí í Grangermouth til at verða rikin við vetni. Tann verkætlanin er uppá 1,4 milliardir dollarar og skal tryggja net zero útláti í 2045. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 34 Leygardagur 23. oktober 2021 ES vil banna nýggjari oljuframleiðslu í Arktis ES ætlar sær at taka stig til at banna nýggja olju-, gass- og kolaframleiðslu í Arktis, hetta fyri at verja økið, sum er sera meint rakt av veðurlagsbroytingum Her rørleiðingar í Prudhoe Bay í Norðuralaska, haðani stórar nøgdir av olju og gassi verða fluttar víðari til amerikanska meginlandið (Mynd: Arctic Today) SkrivaÐ: Stigið, sum verður tikið av ES-nevndini, er partur av nýggju arktisku strategiini hjá felagsskapinum og sum eisini fevnir um kolvetni og orkuframleiðslu í Arktis skrivar Arctic Today. ES vil við hesum stigi gera vart við tess altjóða leiklut, hóast tað kortini bert hevur ein avmarkaðan leiklut í Arktis. ES er ikki limur í Arktiska Ráðnum, hóast trý av limalondunum, Danmark, Finland og Svøríki eru tað. -ES vil tryggja, at olja, kol og gass verða verandi í undirgrundini, og tað fevnir eisini um Arktis, sigur umboð fyri felagsskapin. ES innflytur tó framvegis olju og gass, sum stava frá arktiska økinum, verður lagt aftrat. ES nevndin ætlar sær at arbeiða saman við øðrum londum at forða fyri, at kolvetnisgoymslur í Arktis og øðrum økjum við verða troyttar. Og heldur ikki at keypa kolvetni, sum kortini verða framleidd har. Arktis er eitt tað økið í heiminum, har veðurlagsbroytingarnar síggjast best. Tað er vorðið heitari tríggjar ferðir so skjótt sum restin av jørðini seinastu 50 árini skrivar Arctic Today og hevur tað elvt til, at ísurin bæði á landi og til havs er bráðnaður og havflatan hækkað eins og avleiðingarnar tað hevur fyri permafrostin. Fyri at kunna gera vart við seg í Arktis hevur ES í umbúnað at lata upp skrivstovu í Grønlandi eins og USA gjørdi í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 Tað er orkufelagið TotalEnergies, sum hevur latið donsku fyritøkuni avbjóðandi uppgávuna út fyri Angola í Afrika. Tað verður boriskipið Maersk Voyager, sum skal bora Ondjaba-1 leitibrunnin í Angola. Brunnurin verður 3.628 metrar djúpur. Verandi heimsmet í boridýpi eigur enn eitt av boriskipunum hjá Maersk, Maersk Venturer, tá tað boraði brunnin Raya-1 eisini fyri TotalEnergies út fyri Uruguay í 2016. Hann var 3.400 metrar. Maersk Voyager er frá 2014 og útgjørt við mest nútímans boriútgerðini. Korona hevur gjørt, at boriskip hjá Maersk hava ligið fyri teym, men nú er so gongd komin á aftur við tilsamans trimum brunnum fyri franska orkufelagið, allar í Angola. Eftir tað skal skipið til Namibia. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 36 Leygardagur 23. oktober 2021 Vilja menna vindorku til havs í Skotlandi Fyritøkur í Skotlandi hava ítøkiligar ætlanir um at menna vindorkuna til havs, og ein teirra er Cerulean Winds SkrivaÐ: Hjá næstu grannum okkara, í Noregi og í Skotlandi, verður vindorka til havs raðfest hægri og hægri, og er tað eisini í tráð við grøna umskiftið, sum altjóða orkustovnurin IEA nú eisini vil vera við, gongur ov seint. Vit umrøddu í grein nú um dagarnar royndirnar í Norra at menna vindorkuna til havs. Har hevur orkurisin Equinor lagt fram eina ætlan at brúka 350 milliardir krónur komandi 10 árini til at menna varandi orku eitt nú frá vindmyllum til havs. Og hinumegin Norðsjógvin vilja skotar ikki vera eftirbátar. Eisini har verður menningin av varandi orku og her serstakliga vindorku raðfest hægri og hægri. Eins og Equinor í Norra so hava serfrøðingar innan útbygging av verkætlanum til havs gjørt uppskot til eina menningarætlan av flótandi vindi uppá nærum 100 milliardir krónur, sum eins og norsku ætlaninar, m. a. skulu brúkast til at minka um stóra útlátið frá olju- og gasspallum til havs. Men til tess at kunna fara undir risastóru vindorkuætlanina, so má tað almenna eisini vera við, siga Dan Jackson og Mark Dixon frá fyritøkuni Cerulean Winds, sambært Energy Voice. Teir halda tað hevur skund, at stjórnin tekur stig til stuðla oljufeløgunum, sum vilja taka stig til at minka um útlátið við eitt nú at byggja út vindorkuna. Størsta avbjóðingin hjá oljufeløgunum, sum reka pallar í Norðsjónum, er útlátið og eru vinnan og myndugleikar eisini samd um, at okkurt ítøkiligt má gerast–eftir nøkunlunda sama leisti sum á norska landgrunninum. Teir hava sett upp eina ætlan um at seta upp 200 vindmyllur vestan fyri Hetland og í Norsðjónum, hvørs orka m. a. skal verða brúkt til at reka mongu oljupallarnar í økinum. Hesir verða í dag riknir við gassturbinum frá egnari framleiðslu, og hava rættiliga stórt útlát við sær. Tað skal broytast. Cerulean sigur, at vindmyllurnar kunnu nøkta rakstrartørvin hjá meginpartinum av pallunum á bretska landgtrunninum. Og her verður ikki bert hugsað um teir verandi pallarnar. Talan er eisini um at taka neyðugu stigini til at útvega komandi pallum ikki minst vestan fyri Hetland neyðugu vindorkuna. Millum manna verður Skotland mett sum eitt tað best egnaða landið í heiminum til útbygging av vindmyllum til havs. Og í okkara næsta grannalagi, Hetlandi, verður arbeitt miðvíst við hesi menning, nú mangt bendir á, at júst Hetland kann gerast ein framtíðar miðdepil fyri júst vindorkumenningini bæði eystanfyri og vestan fyri oyggjarnar. Har er eitt felag við heitinum Orion Energy farið undir ítøkiliga menningarætlanir og hevur felagið eisini tætt samstarv við eitt nú Cerulian Wind. Umboð fyri Cerulian Wind vóna, at vindorkan til havs fer at verða raðfest á komandi veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Skotlandi í næstum. Eingin ivi um at tað eisini hevur stóran áhuga í Føroyum eisini, her tað verður strongt á at menna vindorkuna, fyribils á landi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 37 Leygardagur 23. oktober 2021 Fleiri ES lond vilja útbyggja kjarnorkuna Níggju ES lond eru farin undir samstarv saman við Fraklandi um eina ætlan at menna kjarnorkuna sum part av grøna orkuskiftinum SkrivaÐ: Kjakið um kjarnorku sum framtíðar orkukeldu er aftur frammi, nú grøna orkuskiftið hevur tikið dik á seg. Hóast kjarnorka er illa lýdd av mongum, so halda onnur, at hon eigur at vera ein náttúrligur partur av orkuskiftinum, nú hon einki útlát hevur við sær. Um somu tíð sum fleiri lond vilja sleppa sær av við kjarnorkuna, eitt nú Svøríki og Týskaland, so eru tað onnur, sum ganga tann øvugta vegin og vilja gera stórar íløgur í útbygging av kjarnorkuverkum. Eitt av hesum londum er Frakland. -Vit ætla okkum ikki at vera bundin at gassi úr øðrum londum. Vit hava kjarnorkuna og fáa meginpartin av streyminumhaðani og hana ætla vit at menna, nú hon einki útlát hevur við sær. Um vit skulu vinna stríðið móti veðurlagsbroytingum, so hava vit tørv á kjarnorku, segði franski fíggjarmálaráðharrin Bruno Le Maire herfyri. Frakland er eitt av teimum londum, sum brúkar mest kjarnorku í síni orkuskipan. Herfyri søgdu 9 lond í ES, at tey ætla at fylgja Fraklandi við at menna kjarnorkuna. Hesi londini eru Kekkia, Bulgaria, Kroatia, Finland, Ungarn, Poland, Rumenia, Slovakia og Slovenia. Nú um dagarnar segði franski forsetin Emmanuel Macron, at Frakland fer at fremja grøna skiftið gjøgnum kjarnorku, elbilar og flogferðslu, sum brúkar minni og reinari brennievni. Í eini ætlan nevnd“ Frakland 2030” eru settar av 30 mia. euro til at fremja hesa ætlan. -Vit skulu vera leiðandi innan grønt brennievni í 2030, sigur Macron. Landið ætlar m. a. at røkka málinum við 2 mió. el- og hybridbilum í 2030, og tað fer at menna eitt sonevnt mini kjarnorkuverk og tvey grøn vetnisverk í 2030. Tey níggju ES londini vilja hava Bruxelles til at góðtaka kjarnorku og gass sum burðardyggar orkukeldur í framtíðini og sum part av tí grøna orkuskiftinum. Eingin ivi er um, at eisini kjarnorkan fer at verða umrødd á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi í næstum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 38 Leygardagur 23. oktober 2021 Nám vann silvur fyri Sjófeingi Annað árið á rað fekk føroyskt undirvísingartilfar virðisløn frá Belma-felagsskapinum Manningin handan virðislønta undirvísingartilfarið. Frá vinstru Unn Laksá, Ólavur Ellefsen, Rannvá Hansen og Tóri Slættalíð SkrivaÐ: Tíðindaskriv Annað árið á rað hevur Nám vunnið virðisløn í kappingini um besta undirvísingartilfar í Evropa. Í ár er vinningurin silvur fyri talgilda tilfarið” Sjófeingi”. Í fjør vann Nám gull fyri samansetta undirvísingartilfarið” Finka”. Dómsnevndin hjá Belma kunngjørdi í vikuni úr Frankfurt í Týsklandi, har bókamessa er, eina støðulýsing fyri føroyska tilfarið og síðan grundgeving hjá trimum dómsnevndarlimum fyri at geva Námi silvurheiðursløn fyri føroyska undirvísingartilfarið“ Sjófeingi”: Tilfeingi úr havinum Talan er um talgilt undirvísingartilfar í lærugreinini náttúru og tøkni til næmingar í 6. flokki, har evnið er burðardygg gagnnýtsla av øllum tilfeingi úr havinum. Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri Belma, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award. Tríggir dómsnevndarlimir hjá Belma hava mett um undirvísingartilfarið hjá Námi. Fyrsti dómsnevndarlimur sigur: Tilfarið fevnir um eina rúgvu av kunnandi teksti, uppgávum, filmum, myndum og kortum, sum geva næmingum fleiri møguleikar at læra. Tilfarið brúkar Føroyar sum støði og fer so longur út í heim at kanna viðurskiftini, og leggur dentin á burðardygd og veðurlagsviðurskifti á ein væl skipaðan hátt. Næmingarnir fáa góðar møguleikar at hugsa um evnini í felag. Myndirnar eru góðar. Filmur ger evnið nærverandi við persónligum søgum. Tað er lætt at navigera í tilfarinum. Dygdarfyrilestrar um ymisk evni geva tilfarinum eyka ískoyti. Annar dómsnevndarlimur sigur: Tilfarið hevur høga góðsku, hugtakandi snið og lætta navigatión. Lay-out er klárt og attraktivt. Væl skipað fokus er á smálutir í føroyskari fiskivinnu og alivinnu við teim altjóða avbjóðingum, sum eru knýttar at eini burðardyggari føðiketu, sum tó eisini gevur rúmd fyri umhvørvistrupulleikum og -vernd. Tilfarið er innihaldsríkt og skilliga skipað, hóast summir partar eru samansettir. Inngangurin er greiður og lættur at skilja, hóast hann vísir til eitt nýtt evni á ein nýggjan hátt. Sjáldsama góðar myndir eru brúktar til hvørt av teim átta økjunum og samsvarandi evnunum. Tekningar og onnar myndalig amboð stuðla upp undir tekstin, og framúr góðir videofilmar geva tilfarinum ein munandi ágóða. Her er gott samstarv millum undirvísing og læring og didaktiskt og metodisk amboð-frá vanligum frágreiðingum og framsetingum til frágreiðingar, telduspøl og kort at lesa. Ymsar uppgávur og ymiskt virksemi er, sum vendir sær bæði til einstaka næmingin og bólkin, og amboð at meta við eru løgd væl inn í tilfarið. Triði dómsnevndarlimur sigur: Myndaliga hugtakandi, høg góðska, filmisk videobrot, sum gera tilfarið viðkomandi. Undirvísingarevnið um burðardygga fiskivinnu er ógvuliga týdningarmikið fyri málbólkin og ta tíð, vit liva í. Belma 2021 niðurstøða um føroyska undirvísingartilfarið Sjófeingi: Samvirkna kortið gevur eina framúr góða og stuttliga innleiðslu, sum fevnir næmingarnar og dregur teir til sín. Greitt verður frá um samansett evni við video, animatiónum, myndum og stuttum teksti. Eitt gott savn við eykatilfari, sum bæði næmingar og lærarar kunnu brúka, fylgir við. Silvur fyri burðardygd í undirvísing Við bókini” Finka” vann Nám gull í kappingini um bestu skúlabók í Evropa í fjør. Í ár var Nám í tveimum førum við í kappingini um besta nýggja undirvísingartilfar í Evropa. Umframt talgilda tilfarið” Sjófeingi”, sum vann silvur, luttók Nám eisini í kappingini við bókini” Søgur um ull”, sum Ása Hátun skrivaði. Nám hevur gjørt virðislønta undirvísingartilfarið” Sjófeingi” saman við Tökni og Sjókovanum. ” Sjófeingi” er grundað á toLRN læringsplatformin hjá Tökni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 39 Leygardagur 23. oktober 2021 Løgmaður handar bókmentavirðislønina Mentanarvirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar 2. november. Danmarks Radio sendir tiltakið beinleiðis Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: EPA) SkrivaÐ: Virðislønir Norðurlandaráðsins verða í ár latnar á tiltaki, sum verður í leikhúsinum, kallað Skuespilhuset í Keypmannahavn. Hetta hendir 2. november í sambandi við at Norðurlandaráðið heldur sín ársfund í danska høvuðsstaðnum í ár. Og tað er eisini longu greitt, at tað verður Føroya løgmaður, sum handar heiðurslønina, sum verður mett at vera tann mest tignarliga, bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, ið hevur verið latin síðan 1962. Um løgmaður fær høvi at lata prísin til Lív Mariu Róadóttir Jæger, fáa vit so ikki at vita fyrr enn á sjálvum tiltakinum, sum verður sent beinleiðis á DR 2, og helst á KvF eisini. Stuttligt hevði tað í hvussu so er verið. Lív Maria er dóttir einasta føroyingin, sum hevur fingið hesa ta tignarligastu av virðislønum Norðurlandaráðsins. Rói Paturson fekk virðislønina fyri yrkingasavnið“ Líkasum” í 1986. Nú er dóttirin tilnevnd fyri yrkingasavnið“ Eg skrivi á vátt pappír”. Tað er ikki heilt rætt, at Rói Patursson er einasti føroyingur, sum hevur fingið bókmentavirðislønina. William Heinesen hevur eisini fingið hana, tað var í 1965 fyri dansktmæltu skaldsøguna“ Det gode Håb”, men hetta árið vóru tað tveir rithøvundar, sum fingu heiðurin. Hin var sviin Olof Lagerkrantz. Norðurlandaráðið letur fimm virðislønir. Tað verður fyrrverandi danski móttakarin av hesi virðisløn, talskvinnan móti matoyðsli, Selina Juul, sum handar virðislønina. Millum møguligu móttakararnar er føroyska Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen og hennara átak fyri at menna lokala matframleiðslu, Matkovin, sumer tilnevnd. Sjónleikarin, sum er aktuellur í nýggja James Bond filminum og í spennandi Netflix-føðini“ Kastanjemanden”, David Denick, letur hensa heiðurslønina. Føroyar gera ikki tilnevningar til hesa heiðurslønina. Eivør Kórleiðarin og tónasmiðurin, og vælumtókti sjónvarpsverturin, Phillip Faber, handar tónleikavirðislønina í ár. Føroyar hava tilnevnd Eivør Pálsdóttir til hesa heiðurslønina, sum annað hvørt ár verður latin einum tónasmiði og einum virkandi tónleikara. Tónleikavirðislønin verður mett at vera tann næst mest tignarligasta av heiðurslønunum eftir bókmentavirðislønina. Henda virðislønin er latin síðan 1965, og eisini her er hon bert eina ferð latin føroyingi. Tað er Sunnleif Rasmussen, sum fekk virðislønina í 2002 fyri symfoniina "Oceanic Days". Marjun Syderbø Kjælnes Nýggjasta virðislønin er hon fyri barna- og ungdómsbókmentir. Bárður Oskarsson vann hesa virðislønina fyri trimum árum síðani. Í ár er Marjun Syderbø Kjelnæs tilnevnd fyri bókina“ Sum rótskot”. Vertur fyri tiltakinum í Skuespilhuset verður norski sjónleikarin, Jakob Oftebro, seinast sæddur í danska stórfilminum“ Margrethe I”. Undirhaldinum annars standa Tina Dickow, Vocal Line, Mathias Heise Trio og Helgi Jónsson fyri. Tiltakið endar við velagssangi, har DR Pigekoret syngur fyri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 40 Leygardagur 23. oktober 2021 Kunna um stórar ætlanir í Koltri Tjóðsavnið leggur fram ætlanir um m. a. eina náttúrugranskingarstøð (Savnsmynd) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í komandi viku skipar Tjóðsavnið fyri almennum kunningartiltaki, har greitt verður um stórar ætlanir í Koltri. Fundurin verður í hølum savnsins í Brekkutúni í Hoyvík týskvøldið 26. oktober. Seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við ymiskum ætlanum í Koltri. Nú hetta er komið somikið ávegis, ynskir Tjóðsavnið nú at kunna almenningin um ætlanirnar. Verkætlanin kann í stuttum lýsast soleiðis: Í 2012 var arbeiðið at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum ein býling umboðandi bóndasamfelagið umleið 1870, liðugt. Eftir hetta fekk Tjóðsavnið ábyrgdina av oynni og at gera eina serliga antikvariska skipan fyri hana. Verandi verkætlan er býtt í tvey, ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Tann mentanarsøguligi parturin umfatar sunnara part av oynni við bygdarlagi og bøi. Her er ætlanin at endurreisa bygningar, byggja vitjanardepil, gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar. Í náttúrufrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn Føroya fyrstu náttúrugranskingarstøð, byggja verkstovur og umframt at gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar. Málbólkurin fyri verkætlanini er breiður. Tilboð vera til skúlanæmingar, miðnámsskúlanæmingar, útlendsk og føroysk ferðafólk, vinnuna og onnur, sum kunnu njóta friðin úti í Koltri. Afturat hesum verður so granskingin hjá Tjóðsavninum, sum hevur stóran altjóða áhuga. Á kunningarkvøldinum, fer Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum at greiða frá verkætlanini og hugsaninanirnar aftanfyri. Síðan fer Janus Hansen, savnsvørður at greiða frá kanningararbeiðinum av náttúruni í Koltri. Hann fer eisini at tosa um ætlanirnar við granskingarstøðini og um ætlanirnar at taka seyðin av norðara partinum av oynni og skipa hann sum eitt náttúrufriðøki. Eftir ein støðg fer Høgni Hansen, arkitektur at greiða frá teimum nýggju bygningunum, sum verða partar av framtíðar virkseminum í oynni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 41 Leygardagur 23. oktober 2021 Hátíðarhalda 10 ár við stórari konsert 20. november fer føroyski rappbólkurin Swangah at hava konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við, at 10 ár eru liðin, síðan fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom út SkrivaÐ: Tann 20. november í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um stóra rapp-konsert hjá bólkinum Swangah. Hetta er í sambandi við, at tað í ár eru 10 ár síðan, fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom á føroyska marknaðin í 2011, og fer bólkurin at framføra øll løgini á útgávuni hetta kvøldið. Afturat Swangah fara Marius DC, RSP og Ghostnotes at framføra. Í 2018 vóru Swangah virðisløntir á FMA, har teir fingu viðurkenning fyri mongu árini av tónleikaligum útláti, íkasti og sermerki til tað, ið einskilda er kent sum føroyskt hiphop. Swangah er vorðin ein grundsteinur í føroyskum hiphop og rapp, og við 10 ár á baki síðani fyrstu útgávuna, og skal hetta hátíðarhaldast saman við Føroya fólki, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi. “ Belials Synir” kom út í 2011, eftir at Swangah setti hol á fyrstu rapp-verkætlanina av sínum slag í føroyskari søgu. Greitt var beinanvegin, at einki líknandi nakrantíð var sæð ella hoyrt í Føroyum og eftir bert fáar vikur, hevði Swangah sett síni spor í føroyska landslagið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 42 Leygardagur 23. oktober 2021 Tríggir toppar á søguligum botni Nýggi leikurin,“ Portrettið” eftir Jóanes Nielsen, verður frumframførdur 13. november SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr–men við søguligum botni–pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða. Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta–Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955–og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø. Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier. Portrettið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november. Hetta er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016). Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 43 Leygardagur 23. oktober 2021 Bjóðar pensjónistum inn til venjing–at dansa Harmonikudansur verður í Tilhaldinum í Havn seinasta mikukvøld í mánaðinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Havnar Harmonikufelag letur nú dyrnar upp fyri pensjónistum og øðrum áhugaðum, tá vant verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Harmonikufelagið venur seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði millum kl 20.30 og 21.30. Hesin tímin er mest ætlaður pensjónistum, sum á henda hátt kunnu fáa eina hugnaløtu við harmonikutónleiki og møguliga enskum dansi hesa løtuna. Tað kostar onki at koma inn og kaffi og okkurt søtt verður at fáa til keyps. Fyrstu kvøldini verða 27. oktober og 24. november, men í desember verður onki tiltak. Ætlanin er so at tiltakið annars verður hvørt seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði í ein tíma frá kl 20.20, stendur at lesa á heimasíðuni torshavn. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 44 Leygardagur 23. oktober 2021 Svensk poppstjørna í Norðurlandahúsinum Svenska poppstjørnan Jenny Wilson hevur konsert 6. november í Norðurlandahúsinum, og tað verður við upphiting frá føroyska stjørnuskotinum Horrse SkrivaÐ: Leygarkvøldið 6. november hevur svenski sangarin og sangskrivarin Jenny Wilson konsert í Norðurlandahúsinum. Síðan hon trein á pallin fyri fyrstu ferð í 2005, hevur hon vunnið virðislønir og altjóða viðurkenning fyri sítt nýskapandi ljóð og ikki minst fyri sínar djørvu tekstir. Tekstir, sum koma tætt inn at lívi hennara og millum annað siga frá neyðtøku, brótskrabba og tí at vera mamma. 1. oktober gav hon út sjeyndu útgávu sína, MÄSTERVERKET. Men tað verður ikki bert Jenny Wilson, sum verður at hoyra hetta kvøldið. Tað verður nevniliga føroyski Horrse, sum fer at hita upp fyri hana, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi. 25 ára gamli føroyski tónleikarin Ragnar Finsson hevur eina tónleikafortíð, ið breiður seg yvir nógvar greinar sum t. d. punk, jazz og blues. Í dag undir listanavninum Horrse, er hann kendur fyri at trína á pallin við sínum gitari og veita fólkatónleik við einari nýmótans tulking. Tey inniligu løgini bera ofta dám av sálarligum stríði og einari óró. Seinasta staklagið hjá Horrse eitur“ You’ re a Ghost”, sum snýr seg um at sleppa teimum tingunum ið tyngja ein. Tað kann vera menniskju, støð ella partar av einum sjálvum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 45 Leygardagur 23. oktober 2021 Tórsgøta stongd í dag í sambandi við matmarknað Í dag verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og hetta ávirkar ferðsluna, upplýsir Tórshavnar kommuna (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Leygardagin 23. oktober verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 10-17, boðar Tórshavnar kommuna frá. Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott. Umframt søluborðini verður annað eisini at uppliva á degnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 46 Leygardagur 23. oktober 2021 Krossriddarasvørð komið undan kavi Avvaksin forngripur funnin út fyri norðurstrond Ísraels (Mynd: Shlomi Katzin) SkrivaÐ: Eitt svørð, sum ein krossfari helst hevur borið fyri umleið 900 árum síðani, varð herfyri funnið út fyri norðurstrond Ísraels. Tað var ein frítíðarkavari, sum fann svørðið, skrivar BBC. Frítíðarkavarin, Sholmi Katzin, hevur handað tað umleið ein metur langa svørðið til ísraelsku forngripamyndugleikarnar. Hildið verður, at broyting í sandviðurskiftunum er orsøk til, at gjar- og gogguvaksna svørðið er dagað fram aftur. Forngripamyndugleikarnir í Ísrael fara nú at reinsa svørðið, so at tað kann vísast fram fyri almenninginum. -Svørðið er í sera góðum standi. Talan er um ein vakran og sjáldsaman grip, sum ein krossfarariddari hevur átt, sigur ein serfrøðingur hjá ísraelsku forngripamyndugleikunum. Rættiliga nógvir gripir eru funnir fram við strendurnar nærhendis Carmel, har skip á ferð framvið Miðjarðarhavs strendur plagdu at kroka í illveðri. Krossfararnir vóru evropeiskir riddarar, sum vóru við í átrúnaðarligum stríðum í eystara parti av Miðjarðarhavinum. Eitt endamál við krossferðunum, ið vórðu góðkendar av katólsku kirkjuni í Rom, var at vinna heilaga landið aftur frá muslimskum stýri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 48 Leygardagur 23. oktober 2021 Nýtt staklag hjá Adele setti met á Spotify Í november gevur bretska sangkvinnan út sína fyrstu útgávu í seks ár, og fyrsta staklagið "Easy on Me", sum kom út fríggjadagin, varð spælt 24 milliónir ferðir fyrsta dagin SkrivaÐ: Bretska sangkvinnan Adele, sum m. a. er kend fyri stóru hitløgini "Hello", "Rolling in the Deep" og "Someone Like You" hevur hildið lágan profil seinastu árini, men 19. november gevur hon endiliga út sína fjórðu útgávu. Komandi útgávan, ið hevur fingið heitið "30" er fyrsta útgáva hennara í seks ár, og fyrsta staklagið hevur longu sett met. Lagið, ið ber heitið "Easy on Me" varð givið út fríggjadagin, og sambært DR hevur lagið sett met á tónleikastroymingartænastuni Spotify. Fyrsta dagin varð nýggja staklagið stroymt 24 milliónir ferðir, ið er tað mesta, sum eitt lag er stroymt í ein dag. Sjónbandalagið til "Easy on Me" varð eisini lagt á YouTube fríggjadagin. Í skrivandi stund er sjónbandalagið víst nærum 99 milliónir ferðir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021 49 Leygardagur 23. oktober 2021 100 ár síðan fólk settust niður í Vatnsoyrum Dagurin verður hildin við hátíðarhaldi í dag (Myndaeigari: Heðin Poulsen) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen (Stóri Martin), Martin Jacobsen (Lítli Martin), Dánjal Poulsen (Suðuroyar Dánjal), Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen. Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgjørdi hann at flyta oman at búgva og búði við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin var 20. oktober 1921. Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipað eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu. Tiltakið byrjar klokkan 14 við at Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldur eina røðu. Síðan avhendar hann miðstaðarøkið til bygdafólkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið. Víðari skráin fyri dagin er henda: Kl. 14.15 Fjósið–fyrsta húsið í Vatnsoyrum–er opið við myndaframsýning Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur Kl. 14.50 Vágakórið syngur Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar–Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar Kl. 17.00 Tiltakið endar Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 50 Leygardagur 23. oktober 2021 KÍ føroyameistari 2021 Við 3-1 sigri tryggjaði KÍ sær leygarkvøldið meistaraheitið. KÍ var aftanfyri 1-0 í steðginum, men við tveimum málum frá Páll Klettskarð í seinna hálvleiki, og einum frá Jonn Johannesen í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var FM í hús SkrivaÐ: Sverri Egholm Eingin kann nú taka KÍ aftur í FM-stríðnum. Tað hevur verið greitt fyri øllum í eina tíð, men leygarkvøldið varð tað staðfest á pappírinum eisini, tá KÍ hitti B36 heima í Djúpumýri. KÍ vann 3-1 og tryggjað sær sítt nítjanda meistaraheitið í søgu felagsins. B36 legði seg annars á odda longu eftir 8 minuttir, og tað tóktiskt at skelka klaksvíkingar. Men í seinna hálvleiki skoraði Páll Klettskarð til bæði 1-1 og 2-1, og hendan støðan skuldi bara haldast, so var gullið heima. Í tíðini sum dómarin legði afturat økti Jonn Johannesen um støðuna til 3-1 og staðfesti søta sigurin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 51 Leygardagur 23. oktober 2021 Víkingur avstað við øllum í Sarpugerði Heilt til góðar tíggju minuttir fyri leiklok stevndu fuglfirðingar ímóti einum sigri, men við einum manni færri á vøllinum bleiv tað tungt at verja sigurin heim. Víkingur vann 3-2 Bogi Reinert Petersen gjørdi sítt til at tað bleiv spennandi síðstu løtuna við málinum til 3-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað vóru vónríkir fuglfirðingar, sum vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu sunnudagin. Vunnu teir, kom ÍF upp á 19 stig ájavnt við B68. Og leingi bendi tað á, at tað fór at eydnast ÍF at fáa trý stig við heim aftur um Varmakeldueðið, tí við máli frá Hans Jákup Lervig beint fyri hálvleik vóru fuglfirðingar styrktir í trúnni um, at tað fór at bera til Men tá en góður tími varð leiktur, fekk Karl Løkin beinleiðis reytt kort í einari roynd at brúka neyðbremsuna, og so bleiv tungt hjá gestunum. Orkufullir menn vóru skiftir inn í álopið hjá Víkingi, sum fyrst við brotssparki, sum Atli Gregersen setti í netið, og síðani við máli frá Arnbjørn Svenssyni tveir minuttir seinni, legði seg á odda. Fimm minuttir seinni bendi tað á, at Jákup Johansen staðfesti sigurin hjá Víkingum, tá hann við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið smekkaði bóltin í netið til 3-1. Fuglfirðingar góvu ikki upp, og Bogi Reinert-Petersen fekk spenning í dystin aftur seinastu løtuna, tá hann minkaði um munin, bara tríggjar minuttir fyri leiklok. Fleiri mál komu kortini ikki í dystinum, og Víkingur vann 3-2. Tvey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og ÍF hevur tveir truplar dystir eftir. Fyrst NSÍ á heimavølli í morgin og síðani HB síðsta leikumfar 30. oktober. Ein annar dystur varð leiktur í bestu mansdeildini í fótbólti sunnudagin. 07 Vestur var á vitjan hjá NSÍ. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í 76. og 84. minutti syrgdu Jørgen Nielsen og Mikkel Elbæk Jakobsen fyri einum 2-0 sigri til heimaliðið, sum framvegis stríðist um eitt evropapláss. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021 53 Leygardagur 23. oktober 2021 EB/Streymur tryggjað í deildini Við sigri ímóti TB hósdagin, tryggjaðu sundalagsmenn sær, at teir aftur næsta ár spæla í Betri deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm EB/Streymur skuldi hava stig burtur úr dystinum í Trongisvági, so var plássið í deildini varðveitt til næsta kappingarár. Og tað eydnaðist. Tí við 1-0 sigri ímóti niðurflytarunum TB er greitt, at ÍF ikki kann fara fram um EB/Streym í teimum báðum umførunum, sum eru eftir av kappingarárinum. Einsamalla málið kom eitt lítið korter áðrenn leiklok, tá Jóhann Hansson Joensen setti bóltin í netið fyri gestirnar. Talan var um ein dyst sum er útsettur nógvar ferðir. Upprunaliga skuldi hann spælast á jóansøku, men varð útsettur til 22. setpember fyri so aftur at verða útsettur til mikudagin, men orsakað av veðurforsøgnini varð hann framskundaður til týsdagin. Tað eydnaðist tó heldur ikki at fáa dystin avgreiddan tá, tí vegna veður avlýsti Smyril sín túr suður mánakvøldið. Nú er dysturin so avgreiddur, og javnvág er tí komin á stigatalvuna aftur. Øll liðini hava spælt 25 dystir, og tey bæði seinastu umførini verða øll spæld samstundis. KÍ hevur longu vunnið FM, men enn er spenningur millum Víking og HB um annað pláss og B36 og NSÍ um fjórða pláss, sum gevur atgongd til evropapengar. TB-EB/Streymur 0-1 (0-0) 77’ Jóhann Hansson Joensen 0-1 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 55 Leygardagur 23. oktober 2021 FM-vinnararnir nýggjan venjara Svenski Jens Wedeborg verður næsta ár venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Føroyameistarar í føroyskum kvinnufótbólti skulu hva nýggjan venjara. Liðið sum ongan dyst tapti í ár, og vann FM triðja árið á rað fær ein svia sum venjara, og talan er um venjara sum longu er í felagnum. Tað verður Jens Wedebog, sum tekur yvir eftir Aleksandar Djorjevic. Jens Wedeborg hevur hægsta fótbóltsvenjaraprógvið, nevnt UEFA-PRO, og hevur verið fulltíðarvenjari í KÍ-Akademinum. Hesum kemur hann partvís at halda fram við, sigur KÍ. Felagið fegnast um avtaluna við Jens Wedeborg, sum saman við fysiska venjaranum, Elisabet Vang og hjálparvenjarunum fyrst og fremst skal menna kvinnuliðið og yngru leikararnar í felagnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 56 Leygardagur 23. oktober 2021 Taptu 4-0 í Ukreina Kvinnurnar koma til Føroya við einum 4-0 tapið í skjáttuni. Týsdagin bíðar mótstøða úr Ungarn á Tórsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF) SkrivaÐ: Sverri Egholm Kvinnulandsliðini hjá Ukraina og Føroyum spældu hóskvøldið HM-undankappingardyst í býnum Kovalivka. Okkara komu afturum longu eftir 16 minuttir, og beint fyri hálvleik øktu ukreinsku kvinnurnar til 2-0. Tá ein lítil tími var leiktur, skoraði Olha Boychenko fyri Ukraina til støðuna 3-0, og tíggju minuttir fyri leiklok setti Kateryna Korsun punktum, og setti bóltin í netið til 4-0 til heimaliðið. Eftir tríggjar dystir hava Føroyar framvegis einki stig. 21 mál eru latin inn og vit hava skorað eitt. Týsdagin skulu kvinnurnar aftur í eldin tá Ungarn er á vitjan á Tórsvølli. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 57 Leygardagur 23. oktober 2021 Í mótbrekku móti makedonum-Sjálvt um Norðurmakedonia var eitt sindur betri enn vit, so haldi eg, at vit stríddust væl, Vit komu til góðar støður og onkrar stórar málmøguleikar men megna tíverri ikki at skora. Tá so tær fáa nøkur óheppin mál, so er tað mótbrekka, sigur landsliðsvenjarin-Sjálvt um Norðurmakedonia var eitt sindur betri enn vit, so haldi eg, at vit stríddust væl, og at okkara dystarætlan fyri ein part riggaði væl. Vit komu til góðar støður og onkrar stórar málmøguleikar, men megna tíverri ikki at skora. Tá so tær fáa nøkur óheppin mál, so er tað mótbrekka Hetta sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá U19 landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir fyrsta dystin í EM-undankappingini í Hvítarusslandi, sum var mikudagin. Tað gjørdist ein ørkymlandi byrjan upp á kappingina hjá føroyska liðnum, sum annars kom væl frá byrjan í fyrsta dystinum, har mótstøðuliðið var Norðurmakedonia. Fyrstu løtuna vóru føroysku genturnar væl við leikliga og spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, tíverri uttan at tað gjørdi nakað við máltalvuna. Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. -Mótstøðuliðið fótaði sær, sum fyrri hálvleikur leið, og tað var tí heldur ikki heilt óuppiborið, tá Norðurmakedónia legði seg á odda í 33. minutti. Tað tók ikki mótið frá føroyska liðnum, sum helt fram við harða arbeiðnum. Møguleikar fyri málum komu í báðum endum, men tíverri eydnaðist tað betri hjá mótstøðuliðnum at gagnnýta sínar møguleikar, enn tað gjørdi hjá okkara gentum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Norðurmakedonia um leiðsluna til 2-0, og tá gjørdist mótbrekkan veruliga tung Í 87. minutti varð brotsspark umsett til mál, og 3-0 gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Hóast tapið er ein beisk byrjan upp á undankappingina, so kann liðið taka fleiri góð ting við sær til teir báðar komandi dystirnar, skrivar fsf. fo–Vit reagera væl eftir málini og royna at svara aftur, men gerast tíverri ov stuttar í hesum dystinum. Sum so eru vit tó nøgd við arbeiðsavrikið, men til komandi dyst er málið, at vit gerast betri við bóltinum, soleiðis at vit í longri løtum kunnu halda upp á bóltin og vónandi skapa meira, sigur Pætur S. Clementsen. U19 landsliðið skal aftur á vøllin í dag, og tá er mótstøðuliðið Kýpros. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 58 Leygardagur 23. oktober 2021 EM í Norðurlondum í 2025 Síðstu fýra árini hava norðurlendsku fótbóltssambondini arbeitt miðvíst við ætlanini at hýsa einum endaspælið, og nú eru londini til reiðar at bjóða seg fram sum vertir fyri EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2025 (Mynd: Bjarni Enghamar) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Síðan 2018 hava norðurlendsku fótbóltssambondini, Danmark, Føroyar, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki samstarvað um møguleikan at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum fyri kvinnur í 2027. Samstundis hevur danska fótbóltssambandið, DBU, arbeitt við ætlanunum um, at EM-endaspælið fyri kvinnur í 2025 skal spælast í Danmark. Síðan eru Finnland, Svøríki og Noreg blivin partur av hesum ætlanum, við stuðli úr Føroyum og Íslandi. Og sambært forsetunum í teimum seks norðurlendsku fótbóltssambondunum, kann talan gerast um eina stóra, ógloymandi og væl skipaða kapping, sum skal fyriskipast um minni enn fýra ár. –Seinastu árini hava vit samstarvað miðvíst við hesum, og saman hava vit nakrar stórar og seriøsar ætlanir, ið veruliga kunnu menna fótbóltin á kvinnusíðuni. Vit eru samstundis sannførd um, at eitt EM-endaspæl í Norðurlondum verður fantastiskt–ikki bara fyri fótbóltsspælið sjálvt–men eisini fyri fjepparar, spælarar, venjarar og onnur áhugaði, siga teir seks forsetanir í felags tíðindaskrivi. Saman ynskja norðurlendsku fótbóltssambondini at skipa fyri einum tiltaki, ið verður fyriskipað á so høgum støði sum tilber, og har dentur verður lagdur á javnstøðu, øktum áhuga fyri fótbólti–bæði á og uttan fyri vøllin–og at kappingin leggur nakað eftir seg, bæði í Norðurlondum og øllum Evropa. Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini hava javnan tosað um, hvørja stóra kapping, tey í felag skulu bjóða seg til at hýsa. Og í fyrstu atløgu er avgerð tikin um, at norðurlondini bjóða seg fult og heilt fram sum vertir fyri EM-endaspælinum í 2025. Síðan skulu londini seinni taka støðu til, um tey eisini skulu bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum í 2027. Í sambandi við fyrireikingarnar hava londini hvør í sínum lagi hugt innanlands, hvørjar møguleikar tey hava í samband við leikvallir, vertsbýir og øðrum umstøðum, ið krevst, fyri at hýsa einum endaspæli í fótbólti, og fyri á tann hátt at finna fram til, hvussu leikluturin sum vertir fyri UEFA Women’ s EURO 2025 kann mennast mest møguligt. Leggjast kann afturat, at Danmark, Finnland, Svøríki, Ísland og Noreg hava øll spælt seg til næsta EM-endaspæl fyri kvinnur, sum verður í Onglandi í 2022. Hetta prógvar, at talan er um høgt landsliðsstøði hjá hesum fimm Norðurlondunum. Avgerðin um, hvør ella hvørji verða vertir fyri endaspælinum í 2025, verður tikin av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA í desember komandi ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 59 Leygardagur 23. oktober 2021 Smurdu makedonararnar av Uppvísningshondbóltur á Hálsi farna vikuskiftið. H71 smurdi liðið úr Norðurmakedonia í báðum dystunum í Europa Cup. Hoyvíkskvinnur vunnu tilsamans, og vann 43-26 78-54 (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Hoyvíkingar spædu farna vikuskifti Europa Cup-dystir í Høllini á Hálsi. Kvinnurnar løgdu út leygardagin ímóti Cair-Skopje úr Makedonia. Og tað gjørdist til ein avsmurning hjá norðurmakedonska liðnum, sum lítið fekk at rigga meðan hoyvíkskvinnur struku avstað. Tað vóru annars Norðurmakedonsku kvinnurnar sum høvdu betru byrjanina, og vóru á odda 4-2. Men síðani tóku hoyvíkingar yvir, og í hálvleikinum var H71 á odda við seks málum, 22-16. Í øðrum hálvleiki gjørdist munurin bara størri, og H71 vann við heili 17 málum. 43-26. Sunnukvøldið hittust liðini aftur á Hálsi, og aftur gjørdist tað til uppvísningshondbólt. H71 vann seinna dystin 35-27, og sostatt gjørdist samlaða úrslitið 78-54. Mánadagin fæst at vita hvørja mótstøðu H71-kvinnurnar fáa í næsta umfari í hesi altjóða kappingini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 60 Leygardagur 23. oktober 2021 Hoyvíkingar loyptu hvøkk á norðmenn Hoyvíkingar stríddust, og tá avtornaði vóru bara tvey mál á muni. Úrslitið gjørdist 24-22 til Drammen HK (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Teir á norska liðnum Drammen, sum vóru á vitjan í Høllini á Hálsi leygarkvøldið fingu sær ein hvøkk, tá H71 hevði heimavøll í fyrra Europa Cup-dystinum ímóti hesum liði. Undan dystinum væntaði man ikki tað heilt stóra av heimaliðnum, hoyvíkingum, men teir vístu ein øgiligan stríðsvilja sum bar langt. H71 fekk eina dreymabyrjan, og var á odda 5-1 tá eitt korter varð leikt. Drammen kom spakuliga í gongd, og støðan í hálvleikinum var 10-10. Í seinna hálvleiki byrjaði orkan spakuliga at ganga undan, men munurin endaði við bara at vera tvey mál við úrslitinum 22-24. Returdysturin millum H71 og Drammen HK verður í Drammenhøllini sunnukvøldið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021 61 Leygardagur 23. oktober 2021 Hallur Hansson nøgdur við fyrsta dystin hóast tap Viðgongur nú, at hann setti sær ov høg mál tá hann leitaði eftir nýggjum felag í summar (Mynd: Vejle Boldklub) SkrivaÐ: Nýggi føroyingurin í Vejle Boldklub, Hallur Hansson, viðgongur, at hann helst setti sær ov høg mál, tá hann í summar royndi at finna nýtt felag eftir at hann valdi ikki at leingja við felagið AC Horsens eftir at tað flutti niður úr bestu donsku deildini. Hallur Hansson hevur nú skrivað ein stutttíðar sáttmála við Vejle Boldklub, fyribils hetta árið út. Um vikuskiftið spældi hann sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið, tá VB tapti 3-2 á útivølli móti Brøndbyerne. Hóast tepra tapið, er Hallur nøgdur við innsatsin, og hann trýr upp á, at úrslitini nokk skuldu koma. Sjálvur hevur hann ikki verið aktivur í felagsfótbólti síðan danska kappingin endaði í mai mánaði. Einastu dystarroyndir eru landstystirnir, sum 29 ára gamli Hallur Hansson hevur spælt á Tórsvølli í september og oktober. Í samrøðu við Vejle Amts Folkeblad viðgongur nýggi VB-leikarin, at hann setti sær ov høg mál, tá hann leitaði eftir nýggjum felag. -Eg havi nátt ein aldur, har eg ikki bara vildi spæla fyri at spæla. Tað skuldi vera gevandi, bæði ítróttaligt og peningaligt. Men tilboðini fækkaðust, og tað rætta kom ongantíð, ásannar spælarin nú í samrøðuni. Hallur Hansson spældi í fimm ár við AC Horsens, har hann eisini var liðskipari. Nú spælir hann fyribils árið út fyri Vejle Boldklub. Frammanundan spælir ein annar føroyskur landsliðsleikari við Vejle Boldklub. Tað er Viljormur Davidsen, sum hevur havt sáttmála við felagið úr Vejle síðan 2013. Vejle Boldklub hevur ikki fingið so góða byrjan upp á Superliguna í ár. Eftir tólv umfør liggur Vejle á tólvta og aftasta plássi við einans tveimum stigum. Tað eru sjey stig upp til næstaftasta pláss. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 62 Leygardagur 23. oktober 2021 Stór uppgáva fyri Jonathan Føroyski boksarin skal boksa fordyst undan landsdysti millum Danmark og Noreg SkrivaÐ: Føroyski boksarin Jonathan Malaikev skal í kvøld boksa ein spennandi dyst á stórari boksistevnu í Danmark. 19 ára gamli nevaleikarin frá felagnum Tórshavn Boksing skal boksa ein sokallaðan undercard dyst móti Oliver Borup frá Vordingborg Bokseklub. Tað sermerkta við hesum dystinum er, at hann verður boksaður sum upphiting til landsdystastevnuna millum Danmark og Noreg, sum verður í DGI-Huset í Vordingborg leygarkvøldið. Roknast kann tí við nógvum og larmandi áskoðarum. Upplivingin verður eisini somikið størri av, at møguleiki er hjá øllum at fylgja við, tí dystirnir verða stroymdir. Í boksing eru maincard-dystir tað sama sum landsdystir, og undercard-dystir er tí at meta, sum beint undir landsliðsstøði, greiðir venjarin hjá Jonathan Malaikev, Martin Meng frá. Ætlar sær at vinna-Tað verður ein harður mentalur dystir fyri báðar boksararnar. Danin hevur áskoðararnar at stuðla sær, so hetta verður eitt hart stríð. Vit eru‘ underdogs’ hesaferð, men hava lagt eina ætlan. Onki skal gevast burtur, og Jonathan hevur ætlanir um at vinna stórt,, sigur Martin Meng, sum er venjari hjá Jonathan Malaikev. Danin hevur boksað tveir dystir, vunnið ein og tapt ein. Jonathan hevur boksað fimm, vunni tríggjar og tapt tveir. Talan er um ein dyst í vektflokkinum 60-63 kilo. Teir boksa uttan hjálm, og talan er um tríggjar ferðir tríggjar minuttir. Jonathan hevur vant hart upp til henda dystin. Hann venur seks dagar um vikuna, tvær ferðir um dagin. Bert sunnudag hevur hann frí. -Tað er tað, ið krevst, um ein hevur ætlanir um at fáa heiðursmerki hongt um hálsin í hesi ítróttini. Støðið er ógvuliga høgt, tað eru teir ungu boksararnir, ið leggja støðið, og ein má fylgja við, um ein ynskir at vera millum teir bestu, sigur Martin Meng. Jonathan hevur fleiri ferðir vant í Danmark, eitt nú saman við Oliver Meng, sum ikki bara er skilmaður við venjara hansara, men eisini heimsmeistari. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021 63 Leygardagur 23. oktober 2021 Ongland skal spæla tveir dystir uttan áskoðarar Verður revsað fyri áskoðaraófrið undir EM-finaluni í summar EM-finalan varð spæld á Wembley í London 11. juli (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Bretska fótbóltssambandið sleppur ikki at hava áskoðarar til teir báðar fyrstu heimadystirnar í Nations League kappingini, sum landsliðið skal spæla komandi ár. Tað skrivar The Guardian. Harumframt fær The FA eina bót á 100.000 evrur. Revsingin verður givin fyri nógv umrøddu EM-finaluna á Wembley í juli mánaða, tá eitt stórt tal av enskum áskoðarum troðkaðu seg inn á leikvøllin uttan at hava atgongumerki. Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, skrivar, at revsingin verður latin fyri“ vantandi skil og stýring á og rundan um leikvøllin”. -Hóast vit eru vónbrotin yvir dómin, so viðurkenna vit avgerðina hjá Uefa, skrivar enska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi. Heimadystirnir, har Ongland skal spæla uttan áskoðarar, verða í juni mánaða komandi. Enn er óvist, hvørjum spælast skal ímóti. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021 64 Leygardagur 23. oktober 2021-Tá tað varð skonkt í Meinigheitshúsinum undir krígnum 125 ár síðan Meinigheitshúsið á Vaglinum-núverandi býráðssalurin-varð vígt SkrivaÐ: 18. oktober vóru liðin 125 ár síðan meinigheitshúsið á Vaglinum í Havn varð vígt. Talan er um reyða húsið, sum nú verður brúkt til býráðssal. Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu hevur eina stuttliga frágreiðing um húsið, sum m. a. fortelur um, tá ungir bretskir hermenn fóru at skeinkja øl inni í meinigheitshúsinum, nakað, sum tær fínu frúurnar í býnum als ikki høvdu ætlað, tá tær lótu hermonnunum húsið til láns. --Meinigheitshúsið varð vígt fyri júst 125 árum síðan, tann 18. oktober 1896. Húsið hevur verið býráðssalur í mong ár. Húsið varð bygt uttanfyri táverandi bøgarðarnar og kostaði 4.124 krónur at byggja. Núverandi býráðssalur heldur til í gamla Meinigheitshúsinum við Vaglið. Grundarsteinurin til hetta hús varð lagdur longu 5. Juli í 1896 og húsið varð vígt 18. oktober sama ár. Síðan varð húsið brúkt sum missiónshús. Seinni keypti kommunan gamla Meinigheitshúsið. Seinasta møtið varð tó ikki hildið har fyrrenn í 1983. Tá varð eisini fyrsti býráðsundurin hildin. Tá bretskir hermenn komu higar undir seinna heimsbardaga vórðu teir væl móttiknir. Royal Marines komu á Skálafjørðin og til Havnar, og frúunum í Havn tókti synd í hesum ungu dreingjum, sum vóru ryktir úr sínum heimliga umhvørvi og sendir í kríggj. |
Rættstundis umhugsni er neyðugt nú vit øll fingu ein hvøkk av hvussu lúnskt koronavirussið veruliga er. Her, hálvtannað ár eftir at samfelagið legðist stilt fyri at basa smittuni, vísti hon sína sonnu, ljótu gron, henda sníkjandi smittan. Vit høvdu júst vant okkum við, at nú nýttist okkum ikki at ansa so væl eftir, vit kundu aftur leita út í stóru verð at uppliva fremmanda mentanir og tilveran varð sett á‘ normal’ aftur. Og so vísir tað seg, at hesin fíggindin onkursvegna hevur fjalt seg, og nú hevur lagt nýggjan taktikk, og leyp ístaðin á okkara yngstu medborgarar. Og tað vóru ikki bara nøkur fá, sum vórðu rakt hesa ferð–tað vórðu so nógv, sum ongantíð fyrr. Embætismannaða farsóttarnevndin mátti traðka í karakter, og seta ógvuslig tiltøk í verk–uttan um politisku skipanina. Og løgmaður og hansara fylgi, sum–rættiliga symptomatiskt fyri tíðina–vórðu farin av landinum at virka fyri veðurlagnum og millumtjóða vinalagi, máttu venda nakkalong heimaftur og royna at vinna tað innaftur, sum hent var meðan dusað varð í útlendskum ovfærakætið. Tíðindafundurin hóskvøldið var ikki hildin við rættstundis umhugsni. Nei, í besta føri tvey, kanska trý, samdøgur seinkað. Og oddvitin hevði á fundinum onki annað at siga Føroya fólki, enn tað, ið varð sent út í skrivi kvøldið fyri, og so eina inniliga áheitan á fólkið um at lata seg koppseta. At hansara egni landsstýrismaður við ábyrgd fyri eitt nú uppaling og mentan var tann fyrsti, ið alment segði honum ímóti, lat løgmaður ikki við seg koma, tí tað er ein mannarættur–eisini galdandi fyri lim í landsstýrinum–ikki at vera samdur við løgmann. Og so komu spurningarnir–eitt nú um hví landsstýrið ikki vil innføra koronupass, eins og embætismannanevndin nú fer at krevja av øllum, som koma til landið. Tað vil landsstýrið ikki. Stýrið er ikki sinnað at gera mun á landsins borgarum, og stóð tað til løgmann, var koronapassið ikki galdandi fyri innferð til landið heldur. Eitt sindur løgið, at landsstýrið valdi at brúka nógvar pengar til at framleiða eina føroyska útgávu av koronupassinum, tá tað ikki skal brúkast uttan av teimum, sum ætla sær at ferðast. Og tey høvdu longu tryggjað sær eitt útlendskt koronupass frammanundan. Og við royndunum frá vanliga passinum, so vita vit, at tey allarflestu velja tað útlendska fram um tað føroyska. Men vinnulívið var skjótt at lofta bóltinum–innlegginum frá fútanum. Skeinkistøðini fara nú at krevja av sínum gestum, at tey prógva við koronapassinum at tey eru koppsett. Og Vinnuhúsið eftirlýsir hesi loysn eisini. Men okkurt skurrar. Hvør trygd er í einum koronapassi so leingi tað bara er prógv fyri, at íhendihavarin er prikaður tvær ferðir? Og tá koppsett bera smittuna við sær eins væl og tey ókoppsettu gera, hvør trygd er so í einum slíkum passi uttan at tað ikki eisini vísir negativt kanningarúrslit? Nógv eru fyrilitini, ið takast skulu. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 4930 Lisnar síður: 22231 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2-Okkara skipan svíkur tykkum aftur og aftur Niviaq Korneliussen, sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í vikuni, tosaði beinleiðis til grønlendska ungdómin í rørandi takkarrøðu síni (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Tað fór ein ylur gjøgnum salin, tá Bárður á Steig, løgmaður, lat brævbjálvan upp og skuldi avdúka hvør vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins var. Hetta hendi á einum sjónvarpaðum hátíðarhaldi inni í vakra leikhússalinum í Skuespillerhuset við bryggjukantin niðast á Sankt Annæ Plads í Keypmannahavn. Føroya løgmaður og Naalakkersuisut siulittaasuat, Múte B. Egede, vóru blivnir kallaðir upp á pallin, tí teir skuldu hava heiðurin at handa ta virðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum verður mett sum tann tignarligasta, eisini tí at tað er hon, ið hevur verið givin longst. Tvær ferðir hevur ein føroyingur fingið hesa virðisløn. Rói Patursson í 1986 og William Heinesen í 1965, men tá mátti hann deila hana við ein svenskan rithøvund. Men ongantíð hevur ein grønlendingur fingið hesa virðisløn. “ Hetta mást tú heldur lesa”, segði Bárður og rætti Múte lepan. Og so var greitt, at bert 31 ára gamla Niviaq Korneliussen hevði vunnið heiðurslønina. Og harvið vóru tað Føroyar og Grønland, sum stóðu eftir sum móttakarar av teimum størstu heiðrunum hetta kvøldið. Men flest fara nokk at minnast kvøldið fyri ógvuliga sterku og rørandi røðuna, sum unga grønlendska kvinnan helt. Røðan var ein ákæra móti samfelagsskipanini í Grønlandi fyri ikki at taka sær nóg væl av teimum ungu í Grønlandi, so at tey ikki enda við at velja seinasta útveg fyri at koma út úr trupulleikum–at taka teirra egna lív. Grønland upplivir alt ov nógv sjálvmorð, var boðskapurin hjá Niviaq (Mynd: EPA)-At tosa við leiðararnar er sum at tosa við ein vegg Leysliga týdd, ljóðaði takkarrøðan soleiðis: Eg royndi at skriva eina røðu til leiðararnar í landi mínum. Men tað er sum at tosa við ein vegg. Og tað geri eg ikki meira. So her er ein røða til tykkum, eg skrivi fyri. Til børn og ung harheima. Tit eru orsøkin til, at eg havi fingið hesa heiðurslønina. Vit hava lutfalsliga hægsta talið av sjálvmorðum í heiminum. Í fleiri ættarlið hava vit mist nógv, sum framvegis kundu havt verið her, sum kundi havt livað eitt langt lív. Og ikki bert 20, 15, 12 ára gomul. Vit hava eina skipan, ið svíkur tykkum aftur og aftur, tá tit hava allarmest brúk fyri hjálp. Hon kveistrar ábyrgdina frá sær–ein ábyrgd, ið verður løgd á tykkum, hóast tit ikki vita, um tit klára náttina. Hendan er til tykkum, ið finna styrki til at liva ein dag afturat, tí tit vóna, at dagurin í morgin verður betri, og at tað kanska hesaferð er onkur at ansa eftir tykkum. Til tykkum, ið eru ræðslusligin, tí vinir tykkara hvørva, hóast lív tykkara júst er byrjað. Til tykkum, ið verða tveitt út úr lestraríbúðini, tá tit hava roynt at taka tykkara egna lív. Til tykkum, ið føla tykkum ljót, ódugnalig og sum ein byrða. Til tykkum, sum hava hug til at liva, men ikki longur megna tað. Vit hava eina andstyggiliga skipan, ið tvingar tykkum at velja millum lív og deyða. Sannleikin er, at vit vaksnu eru einki uttan tykkum, og at tykkara pláss í hesi verð er tað, ið hevur mest at týða. Umberið vegna øll tey vaksnu, ið hava ábyrgdina fyri tykkum, umberið, tí tit alt ov ofta eru latin einsamøll eftir. Til tykkum, sum vit hava mist, og sum vit ikki longur tosa um. Tað kann vera, at sjálvt tey mest máttugu og valdsmiklu fólkini venda eyguni hin vegin og vóna, at tað fer burtur av sær sjálvum. Men tit eru her enn, og vit eru rættiliga nógv, ið virðismeta tykkum og trúgva upp á tykkum. So takk til øll tykkum ungu, eg havi møtt á mínum vegi. Takk, tí tit eru so alskin, so dugnalig og so vøkur. Takk, tí tit hava álit á mær. Tað er ein gáva, sum eg havi størstu virðing fyri og aldrin til taka fyri givið. Eg vil gera alt eg eri ment fyri til tess at tosa søk tykkara, at vera her fyri tykkum. Takk fyri at tit halda út, og takk fyri, at tit eru til. Henda heiðursløn er takkað verið tykkum. (Mynd: Magnus Fröderberg/norden. org) (Mynd: EPA) Fantastiska vælskrivað frásøgn Niviaq Korneliussen fekk bókmentaheiðusrløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna“ Naasuliardarpi”, sum kom út á forlagnum Milik Publishing í fjør. Dómsnevndin sigur soleiðis um bókina: Naasuliardarpi (Blomsterdalen) er ein fantastiska vælskrivað frásøgn um baksíðuna av‘ mainstream Greenland’, millum ung, ið stríðast fyri at fáa lov til at liva tað lív, tey fegin vilja. Ein frásøgn um kærleika, vinalag, sorg og ósøgd orð og kenslur. Ein búgvin og eirindaleys forteljing um eitt fólk, sum hevur gjørt sjálvmorð til eitt tabu og sýtir fyri at tosa um kenslurnar hjá teimum, ið sita eftir–og tað í einum høpi, sum bæði er skemtiligt, satiriskt og sera álvarsamt! Tann ikki navngivni høvuðspersónurin í“ Naasuliardarpi” upplivir fyrsta sjálvmorðið, tá hon er trettan. Nú er hon á veg út í lívið. Hon er nýforelskað í eini deiligari kvinnu, og hon er júst komin inn á universitetið í Aarhus. Heimurin stendur opin. Men hon hevur nakrar demonir, hon ikki kann stýra. Hon fær ikki pláss í eini familju, har alt er reint og peng og hinskynt, hon kennir ikki, at hon hevur uppiborið kærleikan hjá unnustuni, og hon oyðileggur ofta ting fyri seg sjálva og onnur. Ein stigvísur niðurtúrur byrjar, og tekur at enda valdið á henni. (Mynd: EPA) Skaldsøgan gongur fyri seg í tveimum sporum, ógvusliga frásøgnin um leiðina hjá høvuðspersóninum móti nullpunktinum, og, sum byrjan til hvønn kapitul, stuttir tekstir um sjálvmorð, ið telja niður frá 45–talið av sjálvmorðum, ið hendu í Grønlandi í 2019. Sjálvmorð er ein stórur samfelagstrupulleiki í Grønlandi, ein trupulleiki, sum Niviaq Korneliussen sjálv er upptikin av, og sum hon ákærir politikarar og embætisfólk fyri at gera alt ov lítið fyri at minka um. “ Niviaq Korneliussen attakerer i sin nye roman Blomsterdalen ømt og aggressivt, originalt og knivskarpt Grønlands høje selvmordsrate,” skrivaði Weekendavisen í sínum ummæli av donsku útgávuni, sum kom út á Gyldendal samstundis sum tann grønlendska. Rithøvundurin hevur sjálv skrivað báðar útgávurnar. Henda útsøgnin vísir, at bókmentaligu dygdirnar í skaldsøguni renna saman við einum brennandi eldhuga hjá rithøvundanum um at gera okkurt við álvarsliga sjálvmorðstrupulleikan. “ Naasuliardarpi” viðger sjálvmorð sum tabu–og ímyndin inniber møguleikar, sum nógvar herferðir ikki megna at treingja ígjøgnum. Bæði í Grønlandi og Danmark hevur“ Naasuliardarpi/Blomsterdalen” vakt ans og eldhuga. Ummælini eru 5-stjørnað, og skaldsøgan er eisini tilnevnd Politikens Litteraturpris, Montanas Litteraturpris og Kritikerprisen. Niviaq Korneliussen, ið einans er 31 ára gomul, er ikki nakað óskrivað blað í grønlendskum bókmentum, men hevur síðan fyrstu skaldsøgu sína“ HOMO sapienne” í 2004, verið kallað nýggja bókmentaliga stjørna Grønlands. “ HOMO sapienne” var eitt nýbrot í nýmótans grønlendskum skaldskapi, kom á framsíðuna á dagblaðnum Politiken, og hareftir kom ferð á. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015, og er síðan týdd til yvir 10 ymisk mál, framførd sum sjónleikur og ávegis at verða filmað. (Mynd: EPA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021-Støðan er við at verða álvarsom Hetta gjørdi løgmaður greitt í framløgu sínari á tíðindafundinum hósdagin, har hann aftur staðliga minti Føroya fólk á at vísa ábyrgd og at fylgja tilmælunum-tað komu ikki nøkur fleiri av teimum, og talan var ikki um nakra serliga nýggja kunning Løgmaður er greiður yvir, at tað er troyttandi, at komið verður við nýggjum tilmælum, men at tað er sera umráðandi at fylgja teimum í hesari støðuni, og at ábrygd verður tikin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Støðan er við at verða álvarsom. Smittutrýstið er alt ov høgt-gongdin má vendast Hetta vóru nøkur av tingunum, ið Bárður á Steig Nielsen segði heilt í byrjanini av tíðindafundinum hósdagin. Talan var um fyrsta koronutíðindafundin í langa tíð, men talan var ikki um ein tíðindafund, har komið var við nakra serliga nýggja kunning. Tað tyktiskt meira at vera eitt "torg"-ein møguleiki at koma við beinleiðis boðum og áheitanum til Føroya fólk. Løgmaður nevndi nevnliga Føroya fólk meira enn einaferð, og hann kom við einari staðiligari áheitan um at standa saman, at halda tey nýggju tilmælini, og at halda teir "góðu vanarnar" í mun til at støgða smittuspjaðing-frástøðu og hondreinføri-sum hann hevur-Eg veit, at tað er troyttandi, at vit aftur koma við fleiri og strangari tilmælum, men við koronu, so broytist støðan allatíðina (Mynd: Sverri Egholm) Løgmaður kom inná, at Sjúkrahúsverkið og stovnar hjá Almannaverkinum eru raktir av smittu, og at hetta vísur, hvussu álvarsom støðan er og kann verða, og at tað er neyðugt, at vit fáa smittutrýstið niður, og at øll taka ábyrgd. Hann heitti eisini á tey, sum ikki eru koppsett, um at lata seg gera tað, tí tað er umráðandi at fáa talið av koppsettum upp-nakað sum landslæknin eisini var inni á. Uppá spurningar viðvíkjandi støðuni hjá ókeptssetta landstýrismanninum gjørdi Bárður á Steig Nielsen tó enn einferð greitt, at eingin skal noyðast til tað Eitt, sum var nýtt, var, at løgmaður avdúkaði, at tað er ein vaksandi ágangur móti starvsfólkum í heilsuverkinum, ið arbeiða við korona. Hetta kann als ikki góðtakast, og tað skal steðgast, segði hann millum annað. Bárður á Steig Nielsen hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina fyri-saman við landstýrinum-at millum annað ikki at reagera nóg skjótt og greitt uppá vaksandi smittutøl, fyri ikki at hava eina nóg útgreinaða ætlan og fyri at ikki tilmæli hjá Farsóttarnevndini um nýta koppsetingarpass í Føroyum til eftirtektar. -Tað er eingini ivi um, at málið er at leiða Føroyar og fólkini so væl út úr kreppuni sum gjørligt-uppá allar mátar. Tað hevur verið ein greið støða allatíðina, at vit ikki gera mun á fólki (um tey eru koppsett ella ikki. red)-at vit ikki býta fólk í "A og B-menniskju", og tað standa vit fast við. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Landsstýrið vildi ikki gera mun á fólki: Farsóttarnevndin tók sakina í egnar hendur Koronapass verður kravt við landamørkini frá 15. november. Tað avgjørdi Farsóttarnevndin týsdagin Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Ferðast tú til Føroya frá 15. november, so skalt tú gleða teg til at vísa eitt koronupass á flogvøllinum. Um ikki, so skalt tú kannast. Hetta við koronupassi er ikki nakað sum landsstýrið higartil hevur valt at krevja, hóast Farsóttarnevndin er komin við hesum tilmæli áður. Hvørki við landamørkini ella í samfelagnum, tí man ynskir ikki at gera mun á fólki, hevur verið sagt. Men nú hevur Farsóttarnevndin tikið sakina í egnar hendur. Samstundis mælti farsóttarnevndin landsstýrinum til at seta koronupass í gildi í føroyska samfelagnum. Hetta fyri at bremsa koronu, segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini í Degi og viku týskvøldið. Tú fært eitt galdandi koronapass við at vera koppsettur, hava verið smittaður áður ella við einari koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar. -Um vit skulu vera vís í at halda smittuna úr landinum, er tað teir persónar, sum ikki kunnu vísa á eitt koronapass tey, sum vit skulu hava fatur á og tryggja okkum, at tey verða testað, segði Michael Boolsen. Tað er Farsóttarnevndin sum ger av, hvat verður gjørt við markið, og heimildin at gera mun á fólki er í lagi. Michael Boolsen vísti í Degi og viku til grein 16 í epidemilógini, sum sigur, at farsóttarnevndin kann krevja, at ein og hvør sum kemur til Føroya, skal lata seg kanna av lækna, og at viðkomandi um neyðugt, skal lata seg innleggja til kanningar á einum sjúkrahúsi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 5 Størv Starvsfólk til dagtilboð fyri minnisveik í Tórshavn Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. -Farsóttarnevndin hevur suverenan rætt við markið Um landsstýrið ráddi við markið, var kanning kravd og ikki koronapass, sigur løgmaður SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað vóru ikki fleiri tilmæli, sum løgmaður kom við á tíðindafundinum um koronustøðuna hósdagin. Hinvegin var tað helst mest fyri at sissa fjøldina, nú smittutølini hava verið so høg seinastu tíðina. Í samrøðu við Portalin aftan á tíðindafundin segði Bárður á Steig millum annað, at um landsstýrið ráddi, so var kanning kravd við landamarkið, og ikki koronapass, sum farsóttarnevndin annars hevur sett í gildi. -Vit høvdu sett test í verk. Tað er tað, sum vit hava brúkt og tað er tað, sum hevur riggað. Men eg haldi eisini at vit skulu taka tað við sum landslæknin vísur á, at tey sum nú eru smittað, eru smittað innanlands. Hetta sær út til at vera smitta sum hevur verið í landinum, sum nú er blussað upp. So tað at kanningar við landamarkið vórðu tiknar av 1. september er ikki orsøkin til útbrotið í løtuni. Men tú hevur hervið góðtikið tað, at man bara kannar tey sum ikki eru koppsett, hóast man veit, at tey sum eru koppsett, eisini kunnu bera smittuna víðari? -Tað er ikki upp til okkum at góðkenna tað ella ikki. Tað er farsóttarnevndin sum hevur suvernan rætt til at seta tað í verk, staðfesti løgmaður. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Starvsfólk í heilsuverkinum eru javnan fyri ágangi Løgmaður, og serliga fútin, gjørdu á tíðindafundinum hósdagin púra greitt, at hetta als ikki kann góðtakast. Micheal Boolsen segði, at allir tilburðirnir av hesum áganginum/hóttanum, sum eru vaksandi, verða meldaðir og Føroya Rættur hevur fingið boð um at viðgera málini skjótt SkrivaÐ: Agnar Prestá-Tað kann als ikki góðtakast og hoyrir ongastaðni heima. Soleiðis segði Micheal Boolsen, fúti, á tíðindafundinum hósdagin um tann ágangin, sum partur av heilsustarvsfólkum upplivir javnan, í mun til koronastøðuna-júst hví tey eru fyri ágangi varð ikki gjørt greitt. Løgmaður kom fyrst inn á tað í sínari framløgu, har hann staðiliga heitti á fólk um lata tey, ið arbeiða við hesum, fáa frið. Hetta eru tey dugnaligu starvsfólkini, sum standa á odda í arbeiðnum fyri at basa korona, og tey hava á ongan hátt uppiborið slíka viðferð, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað. Fútin var uppaftur meira beinleiðis og kontantur, og hann gjørdi púra greitt, at tey sum koma við beinleiðis hóttanum og ágangi, ið fer út um mark, verða revsað; tilburðirnir verða meldaðir, og Føroya Rættur hevur fingið boð frá um at viðgera hesi málini skjótt. Uppá spurning frá Portalinum um, hvat slag av ágangi talan er um, so nevndi løgmaður, at tað fyri tað mesta er talan um munnligan ágang, har tey av fólki verða lagd undir ymiskt og eisini hótt. Fútin útgreinaði við, at í summum førum eru tað meira álvarsamar hóttanir, har fólk millum annað hava hótt at fara eftur byrsuni, og at sumt millum annað kann revsast undir grein 266 í revsilógini, sum kann geva treytaleysa fongsulsrevsing. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021-Skynsemi ræður ikki í løtuni Fútin var greiður á tíðindafundinum: Hann er ikki nøgdur við atburðin hjá føroyingum seinastu tíðina, og hevur nú tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni. Møguleikin hjá koppsettum fyri at verða sjúk av korona er fimm ferðir minni enn hjá ókoppsettum, sigur landslæknin-hóast koppsett eisini smitta víðari og gerast sjúk SkrivaÐ: Agnar Prestá Støðan er við at verða álvarsom, segði løgmaður. Støðan er ógvuliga álvarsom, segði fútin, sum í miðlunum seinastu dagarnar hevur verið greiður og millum annað staðfest, at eitt ynski hjá farsóttarnevndini, sum landstýrið aftur hevur avvíst, er at koronupassið veruliga kemur í gildi í føroyska samfelagnum. Hetta kann vera skynsamt, nú smittutølini eru høg, men tað vísir seg eisini, at koppsett, ið ikki skulu í sóttarhald, um tey hava verið saman við smittaðum, smitta víðari-tað eru fleiri kanningar sum vísa, og læknaserfrøði sum vísur á, at virknaðurin av koppsetingini er ógvuliga nógv niðursettur ella heilt burtur eftir áleið eitt hálvt ár-tað er eisini tí, at triðja prik er sett í verk- og koppsettir føroyingar eru eisini vornir sjúkir av koronu; ikki bert smittaðir. Tó vísti landslæknin á, at sambært føroysku tølunum, sum Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur hugt nærri at seinastu dagarnar, so hava koppsett fólk fimm ferðir minni kjans fyri at gerast sjúk enn ókoppsett (Les: sjúk-ikki smittað, red). Sjúkueyðkennini eru færri, og man verður ikki líka illa fyri, segði Lars Fodgaard Møller, ið eins og løgmaður og fútin mælti føroyingum til at lata seg koppseta og til at taka ábyrgd. Hetta seinna hava nógv ikki gjørt seinastu tíðina, vildi Micheal Boolsen vera við:-Her valdar ikki skynsemi í løtuni. Vit noyðast at fáa tað uppá rætt kjøl aftur og taka støðuna í álvara-ikki bara nú tá tølini eru óvanliga høg, men vit noyðast eisini at hava "lantíðarskynsemi". Her kom fútin millum annað á jólaborðahald og onnur stór tiltøk, ið eru fyri framman. Hann nevndi, at hann sjálvur hevur tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni, hóast tey ikki eru á skránni heilt enn. Hetta fyri at vísa skynsemi yvir longri tíð, tí smittan verður ikki heilt burtur úr føroyska samfelagnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 60 prosent óttast ikki at fáa koronu Fleiri enn 7000 atkvøddu á Portalinum mánadagin Á sosialum miðlum hava nógv gjørt sína meining til kennar um vikuskiftið um koronustøðuna í Føroyum, men okkurt bendir á, at tey flestu kortini ikki eru bangin fyri at fáa koronu. Brúkarar á Portalinum høvdu mánadagin frá kl. 14 til kl. 20 møguleika at svara spurninginum“ Óttast tú at fáa koronu”. 7.154 brúkarar atkvøddu í hesar seks tímarnar, og 60 prosent siga seg ikki óttast koronu, meðan 40 prosent siga seg bera ótta fyri at fáa koronu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Ferðslan í Eysturoyartunnlinum lækkaði í oktober Tað gongur sera spakuliga at fáa ferðsluna upp á støðið, sum væntað varð, tá tunnilin lat upp í desember í fjør (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Tað gongur als ikki sum ætlað hjá tunnilsfelagnum at fáa bilar til at brúka nýggja stásiliga undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Hvítanes. Nýggjastu tølini fyri oktober mánað vístu, at miðalferðslan í oktober minkaði í mun til september. Í oktober koyrdu í miðal 4.042 bilar millum Eysturoynna og Streymoynna um dagin, meðan miðaltalið av bilum, sum koyrdu millum Rókina og Strendur var 575 bilar um dagin. Talan er um eina minking í fersluni á ávikavist 2,6 og 3,4 prosent. Samlaða talið av bilum, sum brúktu tunnilin, fall sostatt við trimum prosentum úr 4.760 niður í 4.617. Sostatt er langt upp til væntaðu ferðsluna á millum 5.000 og 6.000 bilar um dagin, sum tunnilsfelagið roknaði við um tað mundið, tá tunnilin lat upp í desember í fjør. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Katrin Thorsvig Hansen nýggjur høvuðsákæri hjá løgregluni Núverandi stjórin á Dátueftirlitinum, Katrin Thorsvig Hansen, byrjar í starvinum sum høvuðsákæri 1. februar Savnsmynd SkrivaÐ: Sverri Egholm 1. februar 2022 byrjar Katrin Thorsvig hansen í starvinum sum høvuðsákæri hjá løgregluni. Høvuðsákærin er daligur leiðari hjá ákæruvaldinum í Føroyum og er eitt nýtt heitið sum er komið í sambandi við rættargangslógina, sum kom í gildi 1. januar 2021. Áður hevur heitið verið varapolitimeistari. Katrin Thorsvig Hansen hevur drúgvar royndir innan løgfrøðiliga arbeiðið í bæði danska løgmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni. Hon hevur royndir sum ákæri frá sínari tíð í danska løgmálaráðnum, og sum ákæri hjá løgregluni í Føroyum í 2018. Katrin Thorsvig Hansen er í løtuni stjóri á Dátueftirlitinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur-Tann minuttin eg fái tekin um, at okkara sjúkrahús innan stutta tíð kemur undir trýst, skal eg syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin. Men tað er ikki har vit eru enn, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Stóru tølini av koronu, sum verða kunngjørd um dagarnar hava fingið nógv stúrin fólk til knappaborðið á Facebook, at siga sína hugsan um, hvat átti at verið gjørt og ikki. Summi bera ótta fyri at sjúkrahúsverkið er undir so stórum trýsti, at tað ikki megnar at fylgja við. Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur at støðan ikki har enn. -Okkara heilsuverk hevur higartil klárað uppgávuna til UG. Vit skulu hjálpa øllum sjúkum fólki, ikki bert teimum við koronu. Og vit mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur, sum fólk kunnu gerast sjúk av. Koronavirus er komin fyri at vera, skrivaði hann í einari støðudagføring á Facebook fyrst í vikuni. Hann sigur, at í tí løtuni hann fær tekin um, at sjúkrahúsverkið innan stutta tíð kemur undir trýst, skal hann syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin. -Men vit eru ikki har enn. Tað er altíð ein søga aftanfyri hvønn sjúkling, so at bara siga 4 ella 7 eru innløgd við koronu, er ikki altíð rættvísandi mynd av allari støðuni, sjálvt um tað eru 7 ov nógv. -Vit missa hvørt ár nógv eldri fólk av influensu, og eg gerist altíð keddur tá eg hoyri eitt andlát. Vit hava roynt av øllum alvi ikki at missað nakran av korona, og tey hagtølini eru sera góð í løtuni. Eitthvørt deyðsfall er eitt ov nógv, skrivar heilsumálaráðharrin, sum annars kennir seg púra tryggan. -Eg hugsi nógv um sjúkrahúsverkið, men persónliga fyri meg hugsi eg slett ikki um korona. Eg eri koppsettur so har er einki at koma eftir, eg eri púra tryggur, sigur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Triðja prikið vinnur fram Yvir fýra prosent av fólkatalinum hevur fingið triðja prikið nú (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm 500 koppsetingar vórðu gjørdar hósdagin. Nógvu koronutilburðirnir seinastu dagarnar sær út til at hava við sær, at fleiri lata seg koppseta fyri fyrstu ferð, tí 152 fólk fingu hósdagin fyrra prikið meðan 112 fingu annað prik. Men tey sum eru koppsett fyri hálvum sjeynda mánað síðani hava møguleika fyri at fáa triðja prikið eisini. Tað vísir seg, at verjan av koppsetingini fánar aftaná eina tíð, og triðja prikið skal tí hjálpa at fáa mótstøðuføri upp aftur. 236 fólk fingu triðja prikið í gjár, og tilsamans 2.276 fólk eru nú prikað tríggjar ferðir. Tað svarar til yvir fýra prosent av fólkatalinum. 75,2 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prik, og 71,3 prosent hevur fingið annað prik. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins Fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum seinastu árini hevur fingið Føroyar í brennidepilin, vann føroyska tónlistakvinnan Eivør Pálsdóttir stóra norðurlendska virðisløn (Mynd: Norden. org/Magnus Fröderberg) SkrivaÐ: Sverri Egholm Eivør Pálsdóttir fekk týskvøldið handað tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum seinastu árini hevur fingið Føroyar í brennidepilin, og fyri at brúka tónleikaarvin og móðurmálið. -Hon er ein tónleikari av Guds nái við vakrari sangrødd og ein frálíkur gittarleikari, skrivar dómsnevndin millum annað. Hetta var aðru ferð, at Eivør Pálsdóttir var í uppskoti til virðislønina. Fyrru ferð var í 2013. Virðislønin er áljóðandi 300.000 danskar krónur. Henda virðislønin er latin síðan 1965. Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá einum núlivandi tónaskaldi, og annað hvørt ár-sum í ár-verður hon latin einum útinnandi tónlistafólki. (Mynd: Norden. org/Magnus Fröderberg) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Føroyingar fegnaðust saman við Eivør á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn (Mynd: Magnus Fröderberg/norden. org) SkrivaÐ: Stór frøi og nøgd var á føroyingum í Keypmannahavn týskvøldið, nú Eivør Pálsdóttir varð kosin vinnari av tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Heiðurslønarvinnarin varð avdúkaður á beinleiðis sjónvarpssending úr Skuespilshuset í Keypmannahavn, har vinnararnir av bókmenta-, barnabókmenga-, films- og umhvørvisheiðursløn Norðurlandaráðsins eisini vórðu kjósaðir. Fagnaðurin var stórur, tá vælumtókti danski kórleiðarin og tónasmiðurin Phillip Faber avdúkaði, at Eivør var vinnari av tónleikaheiðurslønini 2021. Eivør var eisini tilnevnd henda heiður í 2013, men tá varð finski fiólleikaran, Pekka Kuusisto, ið vann. Men hesaferð vann Eivør, og tað var ikki ein einasti føroyingur til staðar, sum ikki helt, at tað var væl og virðiligauppiborið. Heilt óvæntað kom tað ikki á Eivør, hóast hon undan hátíðarhaldinum ikki vildi avdúkað annað, enn at hon var rættiliga nervøs fyri kvøldinum. Men undir eini meira meira óhátíðarligari móttøku á føroysku umboðsstovuni á Norðurbryggjuni seinni um kvøldið, avdúkaði Eivør, at hon hevði fingið onkran illgruna, serliga tá tað vóru“ kreftir”, sum árgrýtnar arbeiddu fyri at flyta ætlaðu konsertferðina í Polandi, so at hon kundi vera til staðar í Keypmannahavn undir hátíðarhaldinum hjá Norðurlandaráðnum. Takk fyri rúnabindandi framførslur Undir samkomuni á Norðurbryggjuni helt Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, eisini eina røðu fyri Eivør. Hann takkaði songkvinnuni fyri sínar bergtakandi og rúnabindandi sangframførslur bæði heima og úti í stóru verð. Jenis av Rana vísti á, at Eivør hevur síðan ungan aldur arbeitt hart og miðvíst fyri at koma so langt við síni list, sum hon nú er komin. -Tú hevur halgað teg til listina. Tú spennir sera víða, og móðurmálið er ein varði í tínari list. Tað eru vit takksom og glað fyri, segði Jenis av Rana, og helt fram. -Takk fyri, at tú framber føroyska mentan á altjóða palli. Takk fyri, at tú reisir teg og fert út um landoddarnar við tíni list. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er ein tann størsti heiðurin, ein kann fáa á okkara leiðum, er tær vær uppiborin, segði Jenis av Rana, sum eisini ynskti hinum trimum føroysku tilnevndu kvinnunum, Marjun Syderbø Kjælnes, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Sunnivá Guðmundsdóttir Mortensen hjartaliga tillukku við tilnevningini, og vísti á, at tilnevningin er ein heiður í sjálvum sær. Ikki bara føroyingar, men eisini íslendingar fegnaðust um heiðurslønina til Eivør Pálsdóttir, tí fyri nógvar íslendingar, er Eivør ein av teirra, tí hon hevur uppihildið seg og sungið so nógv í Íslandi. (Mynd: Ingi Samuelsen) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu 9 mánaðir ber boð um, at føroyskar fyritøkur og húsarhald eru væl fyri. Grundraksturin hjá bankanum er betraður, og útlitini fyri restina av árinum eru góð. -Árið hevur higartil roynst betur enn upprunaliga væntað. Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin eftir bústaðarfígging er stórur, og bæði vinna og privat húsarhald eru sum heild væl fyri. Í juli byrjaðu vit at bjóða viðskiftafólkunum eina samansparingarkontu uttan negativa rentu, og vit síggja, at alsamt fleiri velja at gagnnýta tann møguleikan, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Vaksandi áhugi fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu 9 mánaðir, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið. Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn. Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14 prosent. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum. -Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið, og tí leggja vit dent á at bjóða lán, ið gera tað bíligari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir til eitt nú bústað og bil. Harumframt eru vit tilvitað um, at okkara egna virksemi eisini skal taka atlit til umhvørvið. Í tí sambandi hava vit broytt upprunaliga málið um at minka okkara CO2-útlát við 50 prosentum í 2025 og arbeiða í staðin fram ímóti at minka tað við 70 prosentum og fáa beinleiðis útlátið niður á 0, sigur Árni Ellefsen. Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum eitur Betri-stuðul, støðu til umsóknir um granskingarstudning, og hesaferð hava fimm granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya fingið játtan um stuðul. Talan er um umleið 1,1 millión krónur, skrivar Setrið í tíðindaskrivi. Verkætlanirnar, sum Betri-stuðul valdi at stuðla á Setrinum í 2021, fevna um granskingarøki á Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini. Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru hesar:“ Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving”, ph. d.-verkætlan hjá Tórunn Højgaard Ósá, námslektara í sjúkrarøktarfrøði. “ Pápar í Føroyum 2022-ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum”, granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag hjá Firouz Gaini, professara í antropologi. “ Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum”, ph. d.-verkætlan hjá Elsu D. Johannesen, námslektara í sjúkrarøktarfrøði Granskingarverkætlan um typu 2-diabetes hjá May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum. Granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum hjá Sissal Mariu Rasmussen, adjunkti á Námsvísindadeildini, og Hjalmari P. Petersen, professara á Føroyamálsdeildini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 Broytingar í ásetingunum fyri lestrarstuðul Hetta hevur m. a. við sær, at miðnámsskúlanæmingar, sum taka útbúgving, sum partvíst er staðsett uttan fyri Føroyar, nú eisini fáa útbúgvingarstuðul Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali luttikið í norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at miðnámsskúlaflokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi (Savnsmynd: Pól Sundskarð) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Jenis av Rana, hevur lýst kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul. Broytingarnar innibera at: Ásetta kilometratalið fyri farleið millum heimabústað og skúlan, sum er treyt fyri, at næmingar undir 18 ár kunnu fáa vistarhaldsstuðul, er broytt frá 50 til 35 kilometrar. Næmingar á háskúlum og eftirskúlum kunnu nú eisini ferðast ókeypis til og frá skúla við Strandfaraskipum Landsins. Næmingar sum taka gymnasiala miðnámsútbúgving, ið er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, nú kunnu fáa útbúgvingarstuðul. Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali luttikið í norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at miðnámsskúlaflokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi. Skúlagongdin er skipað soleiðis, at næmingarnir skifta ímillum hesi londini, og teir ganga á Miðnámi á Kambsdali í eitt hálvt ár. Við broytingini verða føroyskir næmingar, sum velja henda útbúgvingarmøguleika, javnsettir við næmingar, sum velja vanliga miðnámsskúlan í Føroyum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 20 Petur Larsen 50 ár-frá kjallarafyritøku til altjóða vitanarhús Í 50 ár hevur Petur Larsen veitt servitan til føroysku fiskivinnuna innan flakamaskinur og viðlíkahald av maskinum og útgerð. Seinnu árini er fyritøkan vorðin eitt vitanarhús, sum 50 ár eftir stovnan vísir fram eina nýggja flakamaskinu, sum Petur Larsen hevur selt til heimsins fremsta framleiðara av flakamaskinum Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen SkrivaÐ: Tíðindaskriv Petur Larsen í Fuglafirði er í føroysku hvítfiskavinnuni væl kent sum ein sterkur aktørur innan maskinur til fiskivinnuna, viðlíkahald, uppsetan og ikki minst sum umboð fyri heimsins fremstu flakamaskinur, Baader. Síðani stovnan í 1971 hevur Petur Larsen fingist serliga nógv við Baader maskinur, tænastu og viðlíkahald. Við ættarliðsskiftinum í 2007, tá ið synirnir Atli Larsen og Rógvi Róin keyptu fyritøkuna, er vøksturin hildin áfram við somu kjarnutænastum, men seinnu árini við stórum denti á nýhugsan. -Menning er alneyðug. Fyri okkum, fyri kundar okkara og fyri brúkaran. Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen. Burðardygd er framtíðin fyri fiskivinnuna Hvítfiskavinnan hevur ligið tungt í sjónum í nógv ár. Ikki bara í Føroyum, men kring allan heim. Petur Larsen hevur, við síni vitan og tænastu á økinum, sæð avbjóðingarnar og lagt seg eftir at menna nýggjar loysnir, sum hava til endamáls at fáa meira burturúr virðismikla tilfeinginum. Eitt nú kunnu nevnast: Intelligence Kit-ein talgild skipan, sum verður sett á flakamaskinur og framleiðslutól, ið savnar og skrásetur dátur um tólið, samstundis sum Intelligence Kit letur brúkaran stýra orku- og vatnnýtsluni. Umframt minkaða nýtslu, so slítast maskinurnar munandi minni. Opti-trim-eitt búkknívasett, sum verður sett á Baader 189 maskinur, ið økir um úrtøkuna við upp til 1,5 prosent. Í vinnuni merkir 1 prosent í betri úrtøku lættliga eina millión meira á botnlinjuni. Fisheye-ein talgild viðlíkahaldsskipan, har kundin sær allar sínar maskinur og útgerð, fær skrásett framt viðlíkahald og leggja áminningar um komandi viðlíkahald, umframt skjalprógv upp á einstaka framleiðslutólið. Neo 189-eitt føroyskt framstig í vinnuni Petur Larsen setti eina menningardeild á stovn í 2019 og omanfyrinevndu vørur eru allar komnar frá menningardeildini. Í 2019 avgjørdi Petur Larsen at sniðgeva eina av teimum mest nýttu maskinunum í flakavinnuni, Baader 189, av nýggjum. Úrslitið var Neo 189, sum í mun til upprunaligu maskinuna fær millum 1,5 og 3 prosent meira burturúr hvørjum fiski samanborið við eina Baader 189 í góðum standi. Maskinan er talgild og er munandi lættari at gera reina og viðlíkahalda og krevur færri eykalutir. Ein stórur fyrimunur við nýggju maskinuni er, at skorna flakið er munandi penari og tískil fær betri prís á marknaðinum. Maskinan er til royndarkoyring hjá PRG í Gøtu, sum lata sera væl at maskinuni. -Vit tóku Baader 189 PRO maskinuna til royndarkoyring í mai. Longu fyrsta framleiðsludag sóu vit, at maskinan kann fáa stóran týdning fyri okkum. Vit fáa eitt pent flak við sera góðari úrtøku. Maskinan er løtt at arbeiða við og løtt at halda rein. Sum nakað heilt nýtt, fáa vit nú eisini framleiðsludata úr maskinuni beinleiðis á telefonina, sigur Tórolvur Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Fiskavirkinum í Gøtu, PRG. Baader hevur keypt rættindini til maskinuna, sum nú hevur fingið navnið Baader 189 Pro. Petur Larsen hevur higartil gjørt tríggjar maskinur og skal gera fleiri fyri Baader, umframt at Petur Larsen hevur viðlíkahaldið á maskinunum. Menningin av Baader 189 Pro maskinuni hevur fingið stuðul frá Vinnuframa og Fiskivinnugransking á tilsamans 1,6 miliónir krónur. Stuðulsupphæddin hevði stóran týdning fyri at menningararbeiðið kundi fara í gongd. Baader og Petur Larsen hava sínamillum avtalað ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Ango við Vestaru bryggju í dag (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Junior, sum er keyptur úr Hirtshals, og sum kom til landið sunnukvøldið, er nú yvirtikin av nýggju eigarunum og skrásettur í føroysku skipaskrásetingini. Navnið er Ango, og skipið er keypt fyri 50 milliónir, og hevur fingið tillutað kvotur frá Fiskimálaráðnum í sambandi við ítøkiligt skipakeyp. Ango er 56 metrar langur, 12 metrar breiður, og er bygdur í 2000. Heimstaðurin er Vágur, har tað eisini hevur verið skrásett áður. Tá var tað undir navninum Nýborg. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Smyril Line ger nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa (Mynd: Smyril Line) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi. Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun. Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar. Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið. Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021. M/V Akranes, var smíðað í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Noregi. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 23 Rókur og Lerkur við at verða seldir av landinum Partrolararnir eru bygdir í Skagen fyrst í hesari øldini (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Sum skilst á keldum, sum Portalurin hevur tosað við, so eru partrolararnir Rókur og Lerkur við at verða seldir av landinum. Stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen, hevur onga viðmerking í løtuni, men sum Portalurin skilir á álítandi keldum, so skal parið undir franskt flagg, og síðani fiska í Norðsjónum. Rókur og Lerkur lógu fyrr í vikuni í dokkini á Skála, har keypararnir skuldu hyggja eftir botnunum, og skuldu síðan siglast til Íslands, har skipini skulu latast nýggju eigarunum. Rókur og Lerkur fóru úr Føroyum hósdagin. Tað var Faroe Seafood, sum keypti partolararnar til Føroyar, sum eru bygdir í Skagen fyrst í hesari øldini. Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang, stovnaðu Varðin, Framherji og Samherji felagið Faroe Origin, sum keypti parið, umframt trý onnur pør. Felagið seldi fyri nøkrum árum síðan minsta parið Skúgv og Munk av landinum Tá ið Rókur og Lerkur eru seldir, eigur Faroe Origin pørini Stelk og Bak umframt Heyk og Falk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 24 Skal brúkast sum ferðafólkaskip í Kroatia 43 ára gamli Magnus Heinason er seldur til kroatiskt felag Magnus Heinason í Vestmanna (Mynd: Birgir Waag Høgnesen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Gamla havrannsóknarskipið fer ikki at enda sínar dagar á botni inni í Kaldbaksfirði. Magnus Heinason er seldur einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðavinnuvirksemi. Tað upplýsir stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, fyri VP. Magnus Heinason, sum er bygdur á Langsten Slip og Båtbyg í Noregi í 1978, hevur staðið á sølulista síðani mai. Keypsprísurin verður ikki upplýstir, skrivar vp. fo. Skipið kom til Skála týsdagin, og áðrenn handilin endaliga fer ígjøgnum skal skipið til botnkanningar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Løvubetong 13,3 milliónir í avlopi Helst besta úrslitið hjá felagnum á Norðskála nakrantíð (Mynd: Betong. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm Byggivirksemið hevur neyvan nakrantíð verið so stórt í Føroyum sum síðstu árini. Hetta sæst eisini aftur í góðum roknskapunum hjá byggifyritøkum. Ein av stóru veitarunum til byggivinnuna er Pf. Løvubetong á Norðskála, sum hevði sítt besta ár í 17 ár og helst eisini sítt besta ár nakrantíð. Pf. Løvubeting, sum er ein tann størsta betongblandistøðin í landinum í dag, var stovnsett í 1984 av Herman Mørkøre, sum saman við familjuni rak virkið inntil í 2008/2009, tá tað var selt til Spf. Thor Contractors, sum er felag hjá íslendska entreprenørinum Torvaldi Gissurarsyni. Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin var 27 milliónir krónur, sammett við 21 milliónir í 2019. Ein vøkstur á 28,6 prosent, sum verður mettur at verða ein stórur vøkstur. Nettosølan er tó ikki upplýst, men sannlíkt er, at vøksturin í bruttovinninginum kemur frá einari øktari sølu í 2020. Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 12,2 milliónum krónum í 2019 til 18,9 milliónir í 2020. Vøksturin er heili 54,8 prosent. Orsøkin er stóri vøksturin í bruttovinninginum, umframt at starvsfólkakostnaðurin lækkaði 691.000 krónur í 2020 í mun til 2019. Ársúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 13,3 milliónir krónur samanborið við eitt avlop á 8,8 milliónir krónur í 2019. Vøksturin í ársúrslitinum er 50,4 prosent. Felagið rindar harumframt 3,2 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri 2020. Pf. Løvubetong er ein fíggjarliga sterk fyritøka, við einum eginpeningi á 51,2 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevnið á heili 78 prosent. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 65.6 milliónir krónur, harav fastar ognir 39,8 milliónir og ognir í umferð 25,8 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 5,8 milliónir krónur. Felagið hevði onga langfreiðsta skuld í 2020, meðan stuttfreiðsta skuldin var 8,8 milliónir krónur. Gjaldførið var sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 291 prosent í 2020 samanborið við 210 prosent í 2019. Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar, sum er sama upphædd sum í 2019. Stjóri í Pf. Løvubetong er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson. Sambært heimasíðuni hjá Løvubetong starvast 14 fólk í fyritøkuni. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Nú koma fyrstu veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya Nú koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya og ikki frá DMI SkrivaÐ: Tíðindaskriv Frá mánadegnum 1. november 2021 koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya, og ikki frá DMI. Sambært sáttmála við DMI yvirtekur Veðurstovan 5-daga forsagnirnar gerandisdagar fyri Føroyar, meðan DMI ger 5-daga forsagnir um vikuskiftið og eisini halgidagar. Fyribils ger DMI eisini allar stutttíðar forsagnir, fyri fyrsta samdøgrið. Frá 1. desember er ætlanin, at Veðurstova Føroya fær ábyrgd av stutttíðar forsagnum ( + 24 tímar) fyri land og havleiðir og eftirlit av ávaringum, gerandisdagar millum 8 og 17. DMI hevur sum higartil ábyrgdina um kvøldið og náttina, og alt samdøgrið um vikuskiftið og halgidagar. Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, at Veðurstovan fer at gera størri broytingar í vaktarskipan fyribils, men uppá sikt er ætlanin at fáa eina vaktarskipan allar dagar og fleiri tímar um døgnið. Um kvøldið og náttina verður tó ivaleyst samstarv við DMI ella annan veitara, so vaktarskipanin ikki verður ov dýr. Tað eru verkætlanir viðvíkjandi gransking og menningararbeiði umframt altjóða og millumtjóða samstarvi, t. d. Meting av mátingarskipan–staðsetingar, veðurmátingar frá alduboyum, veðurradar Skráseting av veðurfyribrigdum og vitan hjá veðurkønum kring landið. Veðurlagskanningar Heimasíða er í gerð Tað er nógv annað, sum kundi verið átrokandi/gott at kanna ella byrja at arbeiða við, t. d.“ veðurlagsbroytingar”, men í fyrsta umfari verður tað vanliga veðrið raðfest hægri. Tað eru fleiri felagsskapir, sum kundu verið viðkomandi at gerast limir í t. d. WMO, ECMWF og EUMETSAT. Men tað er sera kostnaðarmikið og heldur ikki heilt lætt. Her verður tí í fyrstu atløgu bert hugsað um hjálimaskap í WMO. Mett verður, at tað í minsta lagi tekur eitt ár at fáa limaskap í WMO. Setan av fólki Veðurstovan er deild undir Vørn, so stjórin á Vørn er stjóri fyri Veðurstovuna meðan veðurmenningarbólkurin hevur virkað sum deildarleiðari. Á veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar og verkætlanarsett kt-fólk. Harumframt eru tøkningar, skrivstovufólk v. fl., sum eru sett av Vørn ella MRCC, men í vissan mun arbeiða fyri Veðurstovuna. Nú verður deildarleiðari vónandi skjótt settur og seinni í ár ella fyrst í komandi ári verður væntandi setan av nøkrum fólki afturat. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Nýggj samstarvsavtala millum Norðurlanda- og Útnorðurráðið Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á grøna skiftið Bertel Haarder, forseti í Norðurlandaráðnum, og Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum SkrivaÐ: Forfólkini í Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum skrivaðu týsdagin undir nýggja samstarvsavtalu millum ráðini. Hetta hendi í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn. Talan var um at endurnýggja galdandi samstarvsavtalu frá 2006. Baggrundin fyri at dagføra samstarvsavtaluna er eitt ynski um eitt breiðari og enn sterkari samstarv millum Úrnorðurráðið og Norðurlandaráðið um viðkomai økir, stendur í felags síðindaskrivi. -Nýggja avtalan staðfestir okkara góða samstarv, og fer vónandi at føra til enn sterkari sambond millum ráðini, sigur Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum. Formansskapurin í Útnorðurráðnum var hesa vikuna við á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn, har tey millum annað hava verið á fundi við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar og við formansskapin í Norðurlandaráðnum Pipaluk Lynge-Rasmussen helt røðu í Norðurlandaráðnum, har hon nevndi tæð tøttu og góðu sambondini við Norðurlandaráðið. Hon legði dent á hvussu stóran týdning tað hevur at fáa eitt avgerandi og framsøkið úrslit á COP 26-veðurlagstoppfundinum í Glasgow. Hon greiddi frá, at Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á veðurlagsavrik og grønt skifti henda veturin, og hon bjóðaði limunum í Norðurlandaráðnum til ráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum um júst hetta evni í januar 2022 í Akureyri. Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum endaði hósdagin. Formansskapurin fyri Útnorðurráðið í Fólkatingssalinum. Frá vinstru Bryndís Haraldsdóttir, Edva Jacobsen og Pipaluk Lynge-Rasmussen Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Samstarvsavtala undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og Føroya Symfoniorkestur Í avtaluni liggur m. a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 krónum í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tórshavnar kommuna og sjálvsognarstovnurin Føroya Symfoniorekstur hava skrivað undir samstarvsavtalu. Samstarvsavtalan skipar viðurskiftini millum Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar musikkskúla yvirfyri Føroya Symfoniorkestri. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Symfoniorkestrinum fíggjarliga og havt ymiskt samstarv. Nú hava partarnir fingið skipað samstarvið við eini greiðari avtalu, umframt at stuðulin er hækkaður munandi. Í avtaluni liggur m. a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 krónum í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið, herundir eisini at orkestrið kann hava nótagoymslu á skúlanum og atgongd til ymiskar hentleikar har. Við hesi avtaluni ber í enn størri mun til hjá Symfoniorkestrinum at náa sínum endamáli m. a. við at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki; og við hesum at gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 Eyð Tausen Magnussen útbúgvin sum serlækni í almen medisin Hon hevur tikið særlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini Turið Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum, Eyð Tausen Magnussen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sjúkrahúsverkið) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Eyð Tausen Magnussen er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. Eyð Tausen Magnussen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Jónu Hansen, kommunulækna, sum í løtuni hevur viðtalu í Hoyvíksvegi 70. Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Eyð verið á Hvidovre Hospitali og tikið hendan partin har í seks mánaðir. Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v. m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 28. februar 2022. Eyð er tann næsti læknin í ár, sum verður liðug. Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Ikki stórur áhugi fyri haruhøgum í Vestmanna Okkurt árið hevur verið størri áhugi at bjóða uppá haruhagarnar í Vestmanna enn tað var, tá uppboðssøla var í vikuni (Mynd: Birgir Waag Høgnesen) SkrivaÐ: Sverri Egholm Haruhagarnir í Vestmanna vóru seldir sunnudagin, men tað var ikki tann stóri áhugin, sum tað vanliga plagar at vera. Einans 38.000 krónur komu inn. Um 20 mans vóru møttir upp, og tað gekk striltið at fáa boð uppá teir fyrstu hagarnar. Tveir teir fyrstu hagarnir, sum uppboðshaldarin Eydna á Rógvi, bjóðaði út, fingu einki boð. Tann fyrri var Heimihagin Heimari, sum hevði ein minstaprís upp á 6.500 krónur og tann seinni var Heimihagin Norðan, sum hevði ein minstaprís upp á 12.000 krónur. Síðan vóru hagarnir Norðurnesið og Brekkurnar settir til sølu, men tað var skjótt avgreitt, tí eini tvey trý boð komu, so vóru teir seldir fyri 10.000 krónur hvør. Seinasti haruhagin var Fjallið, hann hevði eitt minsta boð upp á 18.000 krónur, har kom bara eitt boð, so var hann seldur. 38.000 krónur fyri allar haruhagarnar í Vestmanna í ár, tað var alt. Í 2012 komu 61.300 krónur inn og í 2011 komu 53.500 krónur inn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Seyðasýning í Kvívík Seks hagapartar luttóku, og íalt 51 veðragjólingar og 12 veðrar vórðu sýndir SkrivaÐ: Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku í Kvívík, har seks hagapartar luttóku. Íalt vóru 51 veðragjólingar og 12 veðrar sýndir, og virðislønir vórðu latnar til bestu veðragjólingar–nr. 1, 2, og 3, bestu hagar nr. 1, 2, og 3, besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3, og besta eldri veðr. 1, 2, og 3. Fyriskiparar siga í tíðindaskrivi, at undirtøkan var góð, og er ætlanin at hava sýning aftur komandi ár. –Vit takka Kvívíkar kommunu, MBM & Føroya Bjór. Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Guðmundur verður leiðari Gulu smiðju Guðmund Joensen er settur í starv sum leiðari av ungdóms- og virkishúsinum í Saltangará Guðmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri SkrivaÐ: Sverri Egholm Býráðið fyri Runavíkar kommunu samtykti hósdagin at seta Guðmund Joensen í starv sum leiðara av ungdóms- og virkishúsinum Gulu smiðju í Saltangará. Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. Guðmundur Joensen er 38 ára gamal og hevur fjølbroyttar royndir. Hann kemur úr starvinum sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Vági, eitt starv hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar. Undan tíð hevur hann m. a. roynt seg sum sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk. Gula smiðja er nýggja ungdóms- og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum kemur at húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará. Umframt hugnaliga og mennandi samveru er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum. Guðmundur byrjar í starvinum í næstum. Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið, sum skal vera í Gulu smiðju, tá hon letur upp, sigur kommunan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Eirik Suni Danielsen nýggjur leiðari í Tilhaldinum Eirik Suni Danielsen verður nýggjur leiðari í Tilhaldinum í Tórshavnar kommunu, og tekur við starvinum 1. desember. Eirik Suni Danielsen er 60 ára gamal, og hann er føddur og uppvaksin í Havn. Eirik Suni er útbúgvin timburmaður og hevur smíðað nøkur ár. Hann hevur eisini undirvíst á timburdeildini á Tekniska Skúla, og í hesum sambandi tók hann pedagogikum niðri. Í nítiárunum fór hann aftur til Danmarkar at nema sær útbúgving sum byggifrøðingur, og arbeiddi síðani nøkur ár bæði niðri og heima. Síðani fór hann aftur at undirvísa á Tekniska Skúla, og í 2004 yvirtóku tey Gjáargarð og róku gistingarhús norðuri við Gjógv, í heili 15 ár. Samanlagt hevur Eirik Suni fingist við nógv ymiskt, bæði innan handverk, undirvísing, tænastuvinnu og fyrisiting; Fjølbroyttar royndir sum uttan iva fara at koma væl við í starvinum sum leiðari í Tilhaldinum. Og Eirik Suni gleðir seg til at fara til verka:-Tilhaldið er eitt gott og fjølbroytt tilboð fyri eldri borgarar, sum er væl vitjað og væl dámt. Og eg eri vísur í at eg fari at stórtrívast í hesum starvinum, tí mær dámar væl at hava við fólk at gera. Hetta starvið hevur so nógv í sær, bæði tann menniskjansliga kontaktin og tænastuparturin, og samstundis eisini hetta við handverkinum og frálæruni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Talan er um fyrstu skaldsøguna hjá Elini og tann fyrsta í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til 48-ára gamla Elin Michelsen úr Havn er útbúgvin innan samskifti. Fyrsta bókaútgáva hennara er ein ungdómsskaldsøga av slagnum sveim (Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins) SkrivaÐ: Agnar Prestá Elin Michelsen gav í vikuni sína fyrstu skaldsøgu út. Talan er um eina bók til ung, og tekstaslagið er fantasy-sveim. "Rimarúmið" er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til. Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í sínari lýsing av rithøvundanum, sum fer at greiða nærri frá skaldsøguni á Bókadøgum, tá ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur samrøðu við hana um bókina. Tað er Bókadeildin, sum gevur bókina út. Brellbiti "Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra—kann hon? " Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Tá kunningartøkni kollvelti Føroyar Tað er eingin ivi um, at klaksvíksfyritøkan Com-Data eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars frá 1980 og frameftir. Hetta kemur Kári Mikkelsen inná í nýggju bókina "Com-Data 40 ár" Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir menn hvør á sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiði í Klaksvík síðst í sjeytiárunum. Líggjas í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin. Saman sóu teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa var komin í gongd, tá teir stovnaðu fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir. Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá Steve Jobs í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum. Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framfýsnu og framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum. Eisini var Com-Data fyrsti føroyski veitari av pc-arum. Hetta er grundarlagið undir bókini“ Com-Data 40 ár” við undirheitinum“ Ein føroysk fyritøka uttan fordømi,” sum verður givin út nú um dagarnar. Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitingum og tænastum frá Com-Data. Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelagshjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom í bæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í oktober 1992, og størsta samfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp. Tað er forlagið Skálagarður, ið gevur bókina út, sum verður at fáa í bókabúðunum kring landið. Høvundur er Kári Mikkelsen, journalistur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 37 Leygardagur 06. november 2021 Listasavn Føroya letur aftur í tríggjar mánaðir Hetta er vegna umvæling, sum ávirkar føstu framsýningina. Mentamálaráðið hevur játtað stuðul-í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið. Eftir ætlan letur savnið upp aftur 1. februar 2022 Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini, sum Mentamálaráðið hevur góðkent (Mynd: Listasavn Føroya) SkrivaÐ: Agnar Prestá Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini. Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum. Hetta arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir. Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina í stuttum tíðindaskrivi:-Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.” Fyrr í ár varð soppur staðfestur í Listasavninum. Tað skrivaði Kringvarpið fyri einum mánaði síðani, og bygningurin skal høvuðsumvælast. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið, og mett verður at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár. Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar 2022 við nýggjum serframsýningum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 38 Leygardagur 06. november 2021 Jólamerkini 2021 við blómuprýddum seyði Ágóðin frá jólamerkjum fer beinleiðis til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hvørt ár ger jólamerkjagrunnurin mun fyri føroysk børn og ung. Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung. Í fjør varð stuðul latin Barnabata og LGBT áljóðandi í alt 290.000 krónur. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata 200.000 krónur til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða. Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT + 90.000 krónur til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT’ arum, og var stuðulin oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálparbólkum í LGBT høpi. Í ár mynda jólamerkini blómuprýddan seyð. Hetta eru myndir sum Harriet Olafsdóttir hevur tikið av seyði, sum hon hevur prýtt við blómum. Harriet er bóndi, íverkseti og arbeiðir eisini sum myndafólk. Trý jólakort við fittum myndum úr jólamerkjunum eru eisini givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum. Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar. Tær kosta ávikavist 560 og 598 krónur. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands. Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 krónur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Samrøðuspælið sera væl umtókt Tala og Hoyrn fegnast um, at Samrøðuspælið, ið er ætlað sum hjálparamboð til samskifti og talu hjá eitt nú eldri og búfólkum, er so sera væl móttikið kring landið. Felagið hevur fingið nógvar jaligar afturmeldingar SkrivaÐ: Tíðindaskriv-Tað er hugaligt at frætta aftur frá starvsfólkum og búfólkum í eitt nú eldrarøktini og á sambýlum, at tey hava gleði og gagn av Samrøðuspælinum. So er málið rokkið við hesum spæli, sum eg fór undir fyri fleiri árum síðani, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum herfyri gav Samrøðuspælið út. Ólavur Højgaard hevur seinastu vikurnar verið runt í Føroyum við spælinum, tó at korona í seinastuni hevur ávirkað hetta arbeiðið í ávísan mun. Ein stórur partur av spølunum er umbiðin, men tað ber til at framleiða fleiri, um tørvur verður á tí. Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja málsligu førleikarnar hjá eldri borgarum, búfólkum, fólkum við heilaskaða ella øðrum, ið á einhvønn hátt hava mál og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum. -Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t. d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Hetta er høvuðsendamálið við spælinum, sum vit áhaldandi kunnu útbyggja við nýggjum myndum og evnum eftir tørvi, sigur Ólavur Højgaard. Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar. Ólavur Højgaard hevur starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum. Tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Øll søgulig føroysk landkort eru nú tøk á netinum Nú ber til at síggja yvir 600 kort, sum eru framleidd í tíðarskeiðinum 1895 til 2013 Tey flestu av teim søguligu føroysku kortunum liggja framvegis hjá danska kortmyndugleikanum, sum nú hevur avgjørt at gera tey almenn. Talan er um yvir 600 kort sum eru framleidd í tíðarskeiðinum frá ár 1895 fram til 2013. Umframt at síggja kortini, ber eisini til at taka tey niður og prenta tey. Nógv áhugaverd kort eru at finna. Allar tríggjar útgávurnar av máliborðsbløðunum frá árunum 1900, 1938 og 1990 eru tøkar. Til saman er hetta umleið 300 kort. Kortini liggja á www. historiskekort. dk, saman við kortum úr Danmark og Grønlandi. Tað er danski kortstovnurin“ Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering”, sum umsitur síðuna. Leinkja til føroyska partin er eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Fyribils kunnu kortini einans síggjast á teldum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Húsakórið gerst 50 ár Tað eru 50 ár síðani at útisetar í Keypmannahavn á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið. Hetta verður hátíðarhildið við konsert 6. november SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tað eru í 50 ár síðani at Húsakórið í Keypmannahavn varð stovnað. Tað vóru føroyskir útisetar sum á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið. Líka síðani hevur Húsakórið ljómað-sum ein nalvastrongur til føroyskan samleika í útlegd og føroyska sangmentan. -Vit kenna okkum sum góð umboð fyri Føroyar. Vit hava sungið millum annað til Flaggsiglingina í Keypmannahavn, fyri sendiharrum á Norðuratlants Bryggjuni, á mentanarnáttini, á Fólkatingi, í Aarhus tá Foreningen Norden fylti 100 ár, fyri Margretu drotning, í DR konsertsali framførdu vit Nordisku hymnuna, sum Sunleif Rasmussen gjørdi lag til. Har vóru ráðharrar úr øllum norðurlondum umframt Fríðrik krúnprik og Mary krúnprinsessu, sigur kórið í skrivi. Stóri dagurin verður hátíðarhildin við konsert í Sankt Andreas Kirke tann 6. november. Fýra nýggir kórsatsir eru gjørdir til høvið. Nógv hava stjórnað kórinum seinastu 50 árini, og seinastu átta árini hevur Tóra Vestergaard verið kórleiðari. Kórleiðarar gjøgnum árini hava verið hesir: Nú gamla B36-húsið og Framhúsið vórðu tikin niður, er kanska eitt gott høvið til at líta aftur í tíðina, aftur í 60'ini. Nágreiniliga til tann 11. mars 1963, tá reisigildið var fyri tá“ nýggja” B36-húsinum í Gundadali. Tann dagin fekk B36 sítt fyrsta veruliga felagshús. Frammanundan hevði fótbóltsfelagið bara havt eitt minni hús, nevniliga tað hvíta húsið sum stóð við síðuna av B36-húsinum. Hetta var tað eldra B36-húsið, tað sum vit rópa Framhúsið í dag. Tað húsið var bygt aftan á 1936, men tá var tað longu alt ov lítið til felagið. Hetta húsið, ið var reist í 1963, vóru tvær barakkir, sum høvdu verið brúktar í Mjørkadali, tá NATO-støðin varð bygd har. B36 keypti barakkirnar fyri 11.000 krónur, og flutti tær oman í Gundadal. Nærum alt arbeiðið við at flyta barakkirnar oman úr Mjørkadali, og at byggja tær uppaftur, var gjørt av sjálvbodnum kvinnum og monnum. Fíggjarliga gjørdist hetta eitt tungt tak hjá felagnum, og húsini vórðu nógv útleigað tey næstu árini. Árið eftir at húsið var reist, fekk B36 meira pengar inn fyri útleigu av húsunum, enn fyri fótbóltin. Tá KÍ var í Havn og spældi landskappingardyst 3. juni 1963, búðu klaksvíkingarnir í B36-húsinum og vóru sostatt fyrstu” gestir” í nýggju hølunum. Mong eru tey sum minnast aftur á góðar dagar í gamla B36-húsinum, sum hevur verið karmur um alskyns tiltøk uppi í Havnini. Í húsinum hava verið nógvar veitslur og føðingardagar, og fleiri hava eisini hildið sína brúdleypsveitslu í B36-húsinum. So hetta er ein nostalgiskur dagur. Fyri summi er tað kanska enntá eitt sindur sorgblítt at gomlu húsini nú vórðu tikin niður. Men hvørt ting hevur sína tíð. Og nú var so dagurin komin, har tað gamla mátti víkja plássið fyri teimum nýggju møguleikunum sum liggja fyri framman í Gundadali. Eitt er so tað at tíðin var komin, tí gomlu húsini vóru í so ringum standi. Hin orsøkin til at húsini vórðu tikin niður, er tí Tórshavnar Kommuna hevur ætlanir um at skipa alt økið í niðara enda av Gundadali av nýggjum. Fyrireikað verður ein torgverkætlan, og tosað verður m. a. eisini um at gera spælipláss og aðrar virksemismøguleikar, í einum hugnaligum og vøkrum umhvørvi, sum fer at gagna bæði havnarfólki, og føroyingum flest. Um enn gomlu húsini eru tikin niður, so hava vit enn minnini og myndirnar. Í so máta er tað eisini hugaligt, at nostalgi og nýggir møguleikar kunnu gerast tvær síður av somu søk í Gundadali. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Hakin settur í fyri vindmyllulund í Flatnahaganum Arbeiðið skal vera liðugt á heysti í 2022. Tær seks vindumyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá Sev-sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum "Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis, og hetta er eitt stórt grønt stig rætta vegin" (Mynd: torshavn. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í 2019 vann Magn útboð um vindorku í Flatnahaga oman fyri Havnina. Tilgongdin hevur verið serstakliga drúgv viðvíkjandi loyvum og kæruviðgerðum, men í dag bleiv spakin loksins settur í, og harvið varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaganum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti týsdagin hakan í til arbeiðið, sum skal verða liðugt næsta heyst. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Talan er um uppseting av seks Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at talan onki minni enn ein stórhending:-Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis. Og hetta er ikki smávegis, um vit hyggja at hvussu roknistykkið lutfalsliga sær út:-Hesar seks Enercon vindmyllurnar, sum skjótt verða reistar her á staðnum, fara at framleiða tað sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá Sev. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin, segði borgarstjórin, sum eisini tosaði um strevið við loyum og góða samstarvið. J & K Petersen fer nú undir at gera fundamentini, komandi summar koma vindmyllurnar upp at standa og í heyst byrjar sjálv framleiðslan. Um gongst eftir vild, so framleiða Magn og LÍV í felag grøna orku inn á elnetið í september 2022. Tórshavnar kommuna er byggimyndugleiki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Orkuportalur avloysir oljan. fo Oljan. fo hevur broytt navn til orkan. fo. SkrivaÐ: Oljuportalurin, oljan. fo, hevur nú mong ár umrøtt orku í breiðari merking-við eisini at skriva um annað enn olju og gass. Vit hava t. d. gjørt nógv við at umrøða offshore vindmylnulundir og aðrar alternativar orkukeldur sum t. d. sólorku, sjóvarfalsorku og vetni/hydrogen. Eisini spurningin um fangan, flutning og goymslu av CO2. Vit hava eisini roynt at fylgja almenna orkuorðaskiftinum. Nýggja navnið og búmerkið er ein staðfesting av tí breiðara siktinum við hesum orkuportalinum, soleiðis at vit eftir førimuni umrøða alla orku og orkumál sum heild. Orka er og verður ein lyklaspurningur í heiminum. Sum er fylla olja, gass og kol nógv í heimsorkuveitingini, men ein broyting sæst nógva staðni, kanska serliga í Evropa, har vindur og aðrar alternativar orkukeldur verða nógv útbygdar í hesum døgum. Ymsar orkukeldur útiloka tó ikki hvørja aðra. Vit vita, at kolvetni-her kanska serliga gass–fara framhaldandi at verða ein stórur partur av hita- og el-veiting í einum stórum parti av heiminum. Hetta trygga grundarlagið undir orkuveiting kann tryggja orkustabilitet uppá stutt sikt, og so minka líðandi, sohvørt sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Evropa er eitt nú sera tengt at gassi. Hetta merkir, at orkupolitikkur eisini í ein ávísan mun gerst stórpolitikkur. Til dømis klárar Evropa seg ikki uttan russiskt gass í løtuni, og tað hevur avleiðingar við sær, sum man má fyrihalda seg til politiskt og handilsliga. Orka er so mikið grundleggjandi fyri okkara samfelag og fyri heimssamfelagið, at nóg mikið av orku má veitast so ella so. Ikki at veita orku til tey, ið tørva orku, er ikki ein møguleiki. Røddir eru frammi um, at man skal kvetta við allar íløgur í fossila orku í stundini. Hetta vildi verið at sagað greinina av, ið man sitir á, áðrenn man hevur fingið riggað seg til nakað nýtt at sita á. Veturin fyri framman fer at vísa okkum, at hóast mong munagóð framstig hava verið gjørd og framhaldandi verða gjørd í grøna orkuskiftinum, so er sera langt á mál, og mong vildu sitið køld í myrkuri, um ikki kolvetni veitti neyðugu orkuna afturat tí orku, sum nú verður framleidd á burðardyggum grundarlag. Tað er ein spuringur um javnvág/balansu í dag, og tað verður tað nógv ár frameftir. Tað eru teir báðir frægu føroysku teknararnir Óli Petersen og Hannis Egholm, sum hava gjørt búmerkið til nýggja orkuportalin á Portal. fo–orkan. fo- og sum vísir ein dropa og eina myllu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 LÍV ger íløgur í grøna orkuskiftið Eftirlønarfelagið hjá flestu føroyingum vil vera við í stríðnum fyri at gera heimin grønari og burðardyggari til eftirkomarnar, og tí er ætlanin hjá LÍV at gera íløgur fyri góðar 300 milliónir krónur fram til 2030 SkrivaÐ: Næstu árini flytur eftirlønarfelagið LÍV seg yvir á eina burðardyggari og grønari leið. Hetta verður gjørt við at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið gjøgnum altjóða samstarv sigur felagið í tíðindaskrivi og heldur fram: Øll vilja vit lata okkara eftirkomarum heimin í betri standi, enn tá vit tóku við. LÍV vil gera sítt til, at vit fáa ein burðardyggari heim-bæði lokalt og globalt. Tí hevur LÍV sett sær fyri at áhaldandi økja um íløgurnar í grønu og burðardyggu broytingina. -LÍV hevur longu gjørt íløgur í grøna orkuskiftið bæði í Føroyum og í altjóða verkætlanum, sum eru við til at flyta okkum fram á eina burðardyggari og grønari leið. Vit tosa serliga um íløgur í skiftið frá verandi orkukeldum til grønari og burðardyggari orkukeldur so sum vindorku–bæði á landi og sjógvi–sólorku og gagnýtslu av burturkasti. Eisini hesar íløgur skulu økjast, og tí miðjar LÍV eftir at gera burðardyggar og grønar íløgur upp í tilsamans 330 milliónir krónur fram til 2030. Limur í CIC At gera heimin burðardyggari og grønari er eitt alheims mál, og hesum røkka vit best, um vit lyfta í felag. Tí er LÍV vorðið partur av altjóða felagsskapinum, Climate Investment Coalition, sum hevur til endamáls at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið fram til 2030. -Vit á LÍV fegnast um at vera við í strembanini eftir at venda gongdini á umhvørvisøkinum við at økja um grønu íløgurnar fram til 2030. LÍV fegnast somuleiðis um, at tað kann gerast ígjøgnum ein sterkan, altjóða felagsskap sum CIC, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, sum hevur virkað á føroyska eftirlønarmarknaðinum síðani 1967. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Ríki heimurin má stuðla menningarlondum-í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingunum segði Antonio Guterres á COP26 SkrivaÐ:-Skulu vit megna at vinna á veðurlagsbroytingunum, so má ríkari parturin av heiminum rinda 100 milliardir dollarar um árið í 10 ár til menningarlond til tess at hjálpa teimum at steðga veðurlagsbroytingunum. Hetta segði ST aðalstjórinm Antonio Guterres, tá hann setti COP26 veðurlagsstevnuna í Glasgow mánamorgun. Hann minti heimsins lond á, hvat tey samtyktu í Paris í 2015, nevniliga at stuðla fátækara partinum av heiminum til tess at fremja broytingar, sum kunnu minka um CO2 útlátið. Tað hevur alt at siga, at henda ætlan verður framd skulu heimsis menningarlond hava álit á okkum segði Guterres. Hann rósti Kanada og Týskalandi fyri tað arbeiði tey hava gjørt á hesum øki longu. Tað er fyrsta stig, men fleiri mugu traðka til og játta pening hvørt ár. Guterres nevndi eisini covid 19, sum somuleiðis herjar fátæku londini og tí mugu fáa eina hjálpandi hond. Eisini oyggjalond, sum verða fyrst rakt av veðurlagsbroytingunum, eiga at fáa hjálp. ST-aðalskrivarin gjørdi greitt í síni røðu í Glasgow, at veðurlagskreppan er tað málið, sum flest fólk í heiminum í dag, geva gætur og raðfesta ovast, hvat framtíðini viðvíkur. -Vit mugu lurta, vit mugu handla og vit mugu velja vísiliga. Vegna hesar sannroyndir og framtíðar ættarliðum, heiti eg á tykkum: veljið ambitiónir, veljið solidaritet, veljið at verja okkara framtíð og bjarga mannaættini, segði Antonio Guterres, ST-aðalskrivari. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Lond semjast um at geva kolaorku durafjórðingin Fleiri lond á COP26 ráðstevnu eru samd um at gevast við kolaorku í 2030 og 2040 og eisini um at gevast at fíggja kolvetnisætlanir sum heild. Oljufeløg ávara um avleiðingarnar SkrivaÐ: Triði dagurin á COP26 snúði seg fyri tað mesta um fíggingina av orkuframtíðini og her serstakliga av kolvetni og í heila tikið fígging av tiltøkum til tess at minka um veðurlagsbroytingarnar. Í hesum sambandi hava 20 lond m. a. avgjørt at gevast við at fíggja kolvetnisverkætlanir í øðrum londum. Tað vóru annars stórtíðindi, tá Kina herfyri boðaði frá, at tað fer at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í øðrum londum. Hóast hetta fer Kina í mong ár aftrat at útbyggja egnu orkuskipanir við nýggjum kolaorkuverkum. Semjan, sum er gjørd um kolaorku, sigur, at ríkaru londini skulu gevast heilt við at brúka kol seinast í 2030-árunum, meðan menningarlond fáa longri skotbrá fram til endan av 2040-unum. Henda semja fevnir tó framvegis ikki enn um stór kolabrúkaralond so sum USA, Kina og India. Støðan við kolinum er vorðin ein tann heilt stóri spurningurin á COP26, nú so mong lond og her ikki minst menningarlond ikki kunnu vera kol fyriuttan í streymframleiðsluni. Eisini at eitt av ríkastu londunum Týskaland framvegis er nógv bundið at koli og roynir í hesum sambandi at skifta út kolaorku við gassi, sum kortini ikki fær stuðul frá teimum grønu, ið eisini eru ímóti gassorku. Og nú verður so aftur tosað um at brúka kjarnorku, sum Týskaland annars hevur vent bakið. Hetta vísir bara, hvussu fløgt alt orkumálið er og fer at vera í mong ár aftrat. Eitt er so kol, sum verður mett at vera tað mest dálkandi av øllum orkusløgum. Nú hevur so spurningurin um at gevast við at fíggja bæði olju og gass eisini verið á dagsskránni samtíðis við, at mótmælisgongur móti kolvetnisfígging hava myndað gøturnar í Glasgow. Roynt verður við hesum at steðga øllum nýggjum útbyggingum av kolvetnisfundum og samtíðis at stegða nýggjari oljuleiting. Hetta verður so fyrstu ferð, at lond nú eisini taka bæði olju- og gassfígging við í sínar avgerðir. Og her er tað serstakliga ein oljukelda, sum liggur tætt við Føroyar, Cambo, sum verður brúkt sum jarnbrot og er vorðin ein høvuðsfíggindi hjá umhvørvisrørslunum. Cambo verður tikið fram sum dømi um, at ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfundum skulu fara fram í hvussu so er í Bretlandi. Avgerðin um Cambo liggur sum er í hondunum á bretsku myndugleikunum. Her hava norðmenn annars eina heilt aðra støðu, tí har skulu bæði útbyggingar og nýggj leiting eftir kolvetnum fara fram komandi árini m. a. við tí í huga at stuðla upp undir grøna orkuskiftið. Umboð fyri kolvetnisfyritøkur hava annars ávarað um avleiðingarnar, um allur fíggjarheimurin ger álvara av at gevast við at fíggja tað virksemi, sum hesar fyritøkur standa fyri og sum tær halda vera ein avgerandi fyritreyt fyri at kunna tosa um grøna orkuskiftið. Tað eru m. a. royndir, vitan, fígging og tøknilig framstig hjá oljufeløgunum, sum hava ein týðandi leiklut í royndunum til tess at fremja grøna skiftið og harvið í stríðnum móti veðurlagsbroytingum siga umboð fyri oljufeløgini. Um somu tíð sum meira enn 100 ríkisleiðarar og túsundtals umboð fyri meira enn 200 lond kjakast í Glasgow við m. a. tí fyri eygað at steðga eitt nú íløgum í fossila orku, so verður staðfest, at heimurin hevur brúk fyri hesi í mong ár aftrat, og tí ber ikki til at kvetta á stokkinum, sum eitt nú forsætisráðharrin á Barbados orðar seg. Hon segði við CNN hósmorgunin, at sjálvandi er kósin at gerast óheft at fossilari orku, men hetta gerst ikki eftir einum degi. -Tað er betri at liva við ringari orku enn als ongari, segði hon m. a. við amerikonsku sjónvarpsrásina og sipaði við hesum til tann veruleika, at broytingin til grøna skiftið er bæði trupul og torgreið, og tí má varsemi og skilvísi ráða og tí mugu ikki takast ov skjótar og víðgongdar avgerðir, sum kunnu seta fót fyri eitt nú fátækum londum. Tað verður av viðmerkjarum á COP26 eisini víst á, at tað er eitt paradox, tá amerikanski forsetin heitir á Opec og Russland um at vaksa um olju- og gassframleiðslu, tá tað um somu tíð verður lagt upp til at steðga allari fígging av nettupp olju og gassi. Tosað verður í krókunum í Glasgow um, at ein komandi oljuprísur uppá 120 dollarar fyri tunnuna ikki er ómøguligur. Tí koma ikki nýggjar olju- og gassgoymslur til av avloysa tær, sum eru við at tømast, tá verður ikki nokk til at nøkta eftirspurningin við tí avleiðing, at vit fáa ein alt ov høgan olju- og gassprís við eftirfylgjandi orkukreppum eins og hetta fer at steðga búskaparvøkstrinum, sum vónir annars hava verið settar til eftir at korona ger minni um seg. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 COP26: Semja um at gevast at oyða skógirnar Í dag fara umleið 100 lond á COP26 veðurlagsráðstevnuni at samtykkja avtalu ímóti avskóging kring heimin. Nú skulu heimsins skógir fáa frið, og ikki verða oyddir til tess at geva rúm fyri landbúnaði siga fleiri enn 100 lond á COP26 SkrivaÐ: Eitt av málunum, sum hevur høga raðfesting á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, er at steðga herviligu avkógingini, ið fer fram mest sum um allan heimin. Nú hava fleiri enn 100 lond, sum umboða 85 prosent av skóginum í heiminum, avtalað at seta í verk bann móti oyðing av heimsins skógum. Tað fer at fáa stóran týdning fyri arbeiði at steðga veðurlagsbroytingunum. Millum londini, sum hava skrivað undir avtaluna eru USA, Kina og Brasil. Í dag hvørva stórir partar av skógum kring heimin, tí skógarøkini ístaðin skulu brúkast til landbúnað. Hetta ger seg ikki minst galdandi í Amazon økinum í Brasil. Í avtaluni verður eisini miðjað móti at planta nýggj trøð kring heimin. Ein grunnur við 19 milliardum dollarum skal vera við til at fíggja avskógingina. Tað eru tó ikki øll, sum eru so bjartskygd um nýggja sáttmálan, tí longu í 2014 var avgerð tikin um júst tað sama, og enn er tann avtalan ikki í sett í verk. At fella trøð hevur við sær stóra øking í CO2 útlátinum, tí júst skógirnar eru við til at fanga og goyma vakstrarhúsgassir, so hesi ikki sleppa út í atmosferuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Biden heitir á Opec um at økja oljuframleiðslu Soleiðis at brúkararnir m. a. í USA kunnu fylla tangarnar til tess at koma til og frá arbeiði SkrivaÐ: Amerikanski forsetin Joe Biden fanst sunnudagin at Russlandi og Saudi-Arabia fyri ikki at hava gjørt nóg mikið til tess at bøta um verandi orkukreppu. Eitt nú hevur Russland noktað fyri at koyra meira gass á marknaðin, fyrr enn Týskaland góðkennir Nord Stream 2 gasskaðalin úr Russlandi til Evropa. Herfyri heitti Biden á Opec um at økja um oljuframleiðsluna aftur. Biden vildi kortini ikki siga, hvat hann ætlar at gera, um Opec londini ikki økja um framleiðsluna, skrivar Bloomberg. -Tað kann ikki vera rætt, at hesin stóri oljufelagsskapurin ikki vil taka meira olju upp, tá fólk ikki hava nóg mikið av bensini til at koma til og frá arbeiði segði Biden. Biden vildi ikki svara spurninginum, um hvat USA kann gera, um Opec ikki vil lurta eftir áheitanini. Ein umboðsmaður fyri Biden segði, at USA vónar at síggja eina økta framleiðslu uppá stytri sikt, men at landið stendur við síni langsiktaðu mál um at halda fram við grøna orkuskiftinum til varandi orkukeldur. Biden hevur eins og aðrir statsleiðarar tann trupulleika, at meðan veðurlagsbroytingarnar seta síni krøv til heimsins lond, so skal hann eisini fylgja við, hvat vanligi veljarin heima heldur og hvussu orkukreppur rakar hann. Í morgin fer amerikanska kongressin at atkvøða um íløgur í veðurlagslóg, men enn er ógreitt, um meiriluti fæst fyri hesum. Tað vil í so máta vera eitt bakkast fyri ikki bert Biden men eisini fyri COP26. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Opec vil ikki ganga USA á møti Londini í Opec + avgjørdu á fundi hósdagin at varðveita verandi oljupolitikk, sum er stigvíst at økja um framleiðsluna og ikki sum Biden forseti ynskir: At økja munandi um framleiðsluna beinanvegin fyri at steðga methøgu bensinprísunum í USA SkrivaÐ: OPEC + londini gjørdu hósdagin av ikki at ganga áheitan frá amerikanska forsetanum Joe Biden á møti, um at økja um framleiðsluna av olju. Áheitanin kemur eftir, at prísirnir á bensini hjá m. a. bilførarum í USA eru vornir methøgir. Bara ein øking av framleiðsluni hjá heimsins størstu oljuframleiðarum kann steðga hesi gongdini metir Biden. Á fundinum hósdagin gjørdu londini í Opec av at halda seg til verandi avtalu um framhaldandi skerjing av framleiðsluni, men við møguleikanum fyri at økja um framleiðsluna við eini minni nøgd hvønn mánað skrivar Bloomberg sambært World Oil. Samtykt varð at økja framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin í desember. Tann økingin er tó ov lítið til at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin og stuðla undir búskaparvøksturin eftir ringastu koronaavleiðingarnar. USA ynskir, at OPEC økir framleiðsluna tvífalt so nógv. Roknað verður við, at avgerðin kann fáa avleiðingar fyri samstarvið millum USA og Opec, har USA hevur møguleikan fyri at svarað aftur við at lata upp fyri stóru oljugoymslunum fyri harvið at fáa prísin at lækka. Hvat hendir komandi vikurnar fer at hava stórar avleiðingar fyri altjóða búskapin, sum longu stríðist við høgar orkuprísir. Og eisini fyri amerikanska forsetan, sum stríðist við at vinna aftur undirtøku í heimlandinum. Eisini verður gitt, at henda gongdin kann vera við til at skaða viðurskiftini millum USA og Saudi Arabia, sum er mest týðandi samstarvslandið hjá USA í Miðeystri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Danmark letur 100 milliónir til stríðið móti koli Kol og kolaorka halda fram við at fylla nógv á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í hesum døgum. Nú vil Danmark eisini vera við SkrivaÐ: Í vikuni tóku 40 lond á COP26 avgerð um so líðandi fram til 2050 at steðga nýtsluni av koli í orkuskipanum. Kortini eru størstu brúkararnir av koli, Kina, India og USA ikki partur av hesum. Um somu tíð hava fleiri lond eisini gjørt av at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í útlondum eins og steðga fígging av olju- og gassverkætlanum. Nú vil Danmark eisini hava ein leiklut í hesum og hevur gjørt av at seta av 100 milliónir krónur til lond, sum í dag eru bundin at koli í sínum orkuframleiðslum. Kol er í dag tann einstaka orkukeldan, sum stendur fyri størsta partinum av CO2 útlátinum við umleið 37 prosentum. Á COP26 hava lond gjørt greitt, at tey vilja stuðla serstakliga menningarlondum at skifta frá koli til varandi orkukeldur, skrivar Ritzau sambært EnergiWatch. -Við hesum pengunum vilja vit vera við til at stongja kolaorkuverk og samtíðis stuðla menning av varandi orkuveiting, sum kann avloysa kol sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod. Hann luttekur á COP26 í Glasgow. Peningurin, sum kemur á donsku fíggjarlógina fyri 2022, skal brúkast í Suðurafrika, India, Indonesia og Philipsoyggjunum. Danski ráðharrin skuldi í gjár hitta orkuráðharran í Indonesia, sum er størsti útflytari av koli í heiminum umframt at vera stórbrúkari av koli í síni orkuskipan. Kofod viðgongur tó, at lond sum Kina, ið stendur fyri mesta útlátinum hjá einum landi, fer at økja um sína kolanýtslu fyri at nøkta eftirspurningin eftir streymi. Landið ætlar sær eisini at byggja nýggj kolaorkuverk komandi árini. Kina hevur annars boðað frá, at tað fer at vera CO2 neutralt í 2070. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Talan er um at útbyggja gasskelduna Glendronach, millum Hetland og Føroyar. SkrivaÐ: Fleiri útbyggingar av olju- og gassfundum eystan fyri Føroyar eru á tekniborðinum, og onkrar eru klárar til at fara av bakkastokki. Ein teirra er gasskeldan Glendronach, sum franska fyritøkan TotalEnergies stendur fyri og fann í 2018. Nú boðar felagið frá, at tað í næsta mánað fer at bjóða út fyrstu uppgávurnar til komandi útbyggingina og aðrar í komandi ári. Gassverksmiðjan í Sullom Voe, sum tekur ímóti gassinum frá økinum millum Hetland og Føroyar Glendronach liggur í einum gassframleiðsluøki millum Hetland og Føroyar, sum var tað fyrsta, ið miðvíst fór undir at taka upp gass úr undirgrundini og flyta tað til eina gassverksmiðju á Sullom Voe terminalinum í Hetlandi. Frammanundan eru fýra gasskeldur útbygdar og eru partur av sama undirstøðukervi við gassleiðingum til Sullom Voe. Hesar eru Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Og so kemur Glendronach aftrat við sínum umleið 175 mió. tunnum. Keldan var upprunaliga mett sum eitt tað størsta fundið sum heild vestan fyri Hetland í mong ár men seinni skuldi tað vísa seg, at 40 prosent minni nøgd var í goymsluni. Kortini verður hon mett at vera lønandi, nú hon kann bindast í verandi gassleiðing. Umframt Total við 60 prosentum eru eisini feløgini Viaro Energy og Ineos partur av verkætlanini við hvør sínum 20 prosentum. Hóast umrøddu fyrireikingar, so hevur franska fyritøkan enn ikki tikið endaliga avgerð um útbyggingina, tí enn eru viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss fyrst. Tær fýra gasskeldurnar vestan fyri Hetland. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Longboat Energy funnið olju í Norskahavinum Nýggja orkufelagið Longboat Energy við fyrrverandi leiðsluni í Faroe Petroleum og Graham Stewart á odda, hevur gjørt eitt oljufund í Norskahavinum saman við Equinor SkrivaÐ: Talan er um millum 19 og 62 milliónir tunnur av lættari olju í kanningarbrunninum Egyptian Vulture. Kristin Wrestvik, stjóri fyri leiting og framleiðslu í Norskahavinum hjá Equinor sigur, at ætlanin hjá Equinor er at broyta landgrunnin frá einum olju og gasslandsluti til ein breiðan orkulandslut, sum skal tryggja virðisøking frá hesi leiðini komandi 10 árini. Leitivirksemið fer at vera raðfest høgt í hesum økinum sigur hon. Men í høvuðsheitum fer virðisøkingin at stava frá verandi framleiðsluøkjum við tilknýti til nýggj fund nær verandi undirstøðukervi. Hetta er annars sætta fundið, sum Equinor hevur gjørt á norska landgrunninum í ár. Longboat Energy, sum er partur av brunninum hjá Equinor, gjørdi enn eitt fund fyri tveimum vikum síðani á Rodhette leiðini. Stjórin í felagnum, Helge Hammer, sigur, at tey eru sera nøgd við boriúrslitini higartil. Hesir báðir fyrstu brunnarnir hjá felagnum eru partur av ein størri boriætlan uppá sjey leitibrunnar á norska landgrunninum. Í løtuni er felagið við í enn eini boring á Mugnetind leiðini saman við Aker BP. Fjórði brunnurin Ginny/Hermine skal borast seinast í hesum árinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Oljan aftur omanfyri 100 milliónir tunnur um dagin Eftirspurningurin eftir olju og gassi í kjalarvørrinum á korona er av álvara farin at vaksa aftur og er nú 100 mió. tunnur um dagin og harvið á sama støði sum undan korona SkrivaÐ: Um somu tíð sum stjórnarleiðarar úr flest øllum londum hava tingast og kjakast um heimsins orku- og veðurlagsframtíð, so vísa nýggjastu hagtølini frá BP, at altjóða framleiðslan og nýtslan av olju aftur er økt til 100 milliónur tunnur um dagin. Harvið er minkingin í framleiðsluni vegna korona aftur rokkin upp á eitt støði undan korona í 2019. Hetta hendir um somu tíð, sum roynt verður at minka um CO2 útlátið frá eitt nú kolvetnisframleiðslu. Gongdiní heiminum er við til at hækka prísirnar á fossilu brennievnunum og harvið við til at forða heimsbúskapinum at koma fyri seg aftur eftir koronasóttina. Framleiðslan er økt munandi, eisini hóast flogferðslan, sum er stórur brúkari av bensini, enn ikki er komin heilt fyri seg. Nú veturin nærkast og flogferðslan økist aftur fer tað at merkja, at nýtslan fer at gerast methøg longu tíðliga í 2022 sigur ein greinari hjá Goldman Sachs sambært World Oil. Økti eftirspurningurin eftir olju og gassi, sum hevur fingið prisirnar at hækka við 60 prosentum í ár og til tað hægsta í sjey ár, er eisini grundarlagið undir sera góðu úrslitunum hjá olju- og gassfeløgunum, har fleiri teirra ongantíð áður hava havt so stór yvirskot. Um sama mundið gera alsamt fleiri oljufeløg greitt, at góðu úrslitini skulu m. a. brúkast til at halda lív í og menna grøna skiftið. Tey eru ein av fortreytunum fyri, at heimurin kann koma longur á leið við grøna orkuskiftinum siga tey. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Eurovision savn letur upp í Húsavík Íslendska bygdin gjørdist heimskend sum staðsetingin í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", og teir mongu Eurovision-fjeppararnar, sum leita sær til Húsavíkar, skulu hava okkurt at uppliva, sigur Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari (Mynd: Eurovision. tv) SkrivaÐ: Hendan mánaðin lat eitt nýtt savn upp í íslendsku bygdini Húsavík. Talan er um eitt Eurovision savn við einari framsýning, sum heiðrar íslendsku luttøkuna í altjóða Eurovision sangkappingini. Á savninum síggjast lutir og klæðir hjá mongu luttakarunum gjøgnum árini. Og tað er ikki av tilvild, at savnið er staðsett í Húsavík. Bygdin gjørdist heimskend sum heimstaðurin hjá bólkinum "Fire Saga" í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", sum varð givin út á sumri í 2020. Will Ferrell og Rachel McAdams í høvuðsleiklutunum í "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga" Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari, sigur m. a. soleiðis við heimasíðuna Eurovision. tv:–Vit kenna okkum sera heppin og takksom fyri, at filmurin gekk fyri seg í okkara lítlu bygd. –Vit vita, at nógvir Eurovision fjepparar ynskja at vitja Húsavík eftir at hava sæð filmin, og vit hildu tað vera umráðandi at hava okkurt at gera vitjan teirra til eina uppliving. Savnið letur formliga upp komandi ár, tá savnið verður víðkað við tveimum framsýningum afturat, sum m. a. snýgva seg um Eurovision-filmin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2021 USA: Koppingarevni hjá Pfizer góðkent til børn millum 5 og 11 ár Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021 Skaðar og korona raka landsliðshópin-tríggir út og fýra inn Ári Mohr Jónsson, ið veruliga gjørdi um seg í seinastu landsdystunum, er skaddur og bakkarnir Jóannes Danielsen og Daniel Johansen hava korona. Bjarni Petersen, Heri Hjalt Mohr, Hannes Agnarsson og Meinhard Egilsson Olsen eru boðsendir Ari Mohr Jónsson (longst til vinstru) er so mikið darvaður av skaða, at hann ikki fær verið við hesuferð (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Longu tá landsliðið varð kunngjørt, var greitt, at nakað av skaðatrupulleikunum. Fyrsta valið á høgra bakki/vongbakki seinastu fýra árini, Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur spælt allar undankappingardystirnar í ár, er skaddur í lærkikanum, og Heini Vatnsdal, sum í løtuni tykist at vera fyrsti eykamaður hjá Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni, er darvaður av knænum. Í vikuni hava tveir av bakkunum, ið vórðu úttiknir, fingið staðfest korona. Týsdagin skrivaði in. fo um vinstra bakkin Daniel Johansen úr HB, og dagin eftir bar sama heimasíðan, eins og Norðlýsið tíðindini um smittaða høgra bakkin úr Klaksvík Jóannes Kalsø Danielsen. Føroyameistarin hevði helst fingið møguleikan í í hvussu er einum av dystunum hesaferð. Jóannes Kalsø Danielsen sleppur heldur ikki hesuferð at spæla landsdyst... Tað ger Daniel Johansen heldur ikki-hann fekk eina góða debut móti Moldova í september, tá Føroyar vunnu 2-1 (Myndir: Sverri Egholm) Nú hevur enn ein leikari, sum fyrst og fremst er bakkur/vongbakkur, men sum hesaferð varð úttikin sum vongur, verið noyddur at geva avboð. 27-ára gamli Ári Mohr Jónsson sá eftir avrikini á vinstra kanti í dystunum móti Eysturríki og Skotlandi seinast út til at vera í gongd við eitt slag av gjøgnumbrotið á landsliðnum og hevði so at siga óivað verið fyrsta val á plássinum hesuferð. Ístaðin er leikarin, sum røkti plássið fram til tað, ein av teimum úttiknu. Skaðar løgdu Meinhard Egilssyndi Olsen meinbogar í vegin seinast, men Bryne-leikarin er komin fyri seg og hevur spælt dystir seinastu vikuna, og hann er nú til reiðar at koma við landsliðnum aftur. Ein annar møguleiki til vongpláss er Hannes Agnarsson, sum aftur er úttikin sum avloysari eftir avboð. 22-ára gamli B36 leikarin skoraði eitt framúr gott mál móti Víkingi hóskvøldið og fekk sín fyrsta landsdyst móti Eysturríki í oktober. Liðfelagið hansara úr B36, Bjarni Petersen, hevur nú eisini fingið A-landsliðsboð. Tað gjørdi verjuleikarin fyri fyrstu til venjingardystirnar í juni, har hann ikki kom á vøllin. Ikki óvæntað hevur Heri Hjalt Mohr eisini fingið boð um at koma við til Danmarkar og Ísraels, nú Gilli og Jóannes ikki eru tøkir. René Shaki Joensen er hin leikarin í hópinum, sum av álvara er í spæl til plássið á høgra bakki. Føroyska ferðalagið fer mánadagin til Svøríkis, har tríggjar venjingar verða á skránni, áðrenn vant verður í Parkini hósdagin, har dystur eisini verður fríggjakvøldið * Leikbann til fyrra dystin-móti Danmark í Parkini Nýggir í hópinum í mun til uppruna úttøkuna Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Hjulmand hevur úttikið hópin Nakrir álopskendir profilar frá EM-endaspælinum mangla, men danska liðið, ið tekur ímóti Føroyum fríggjadagin 12. november, er á pappírinum krútsterkt-danir hava fult stigatal ú undankappingini, hava einki mál latið inn og skulu spæla endaspæl um eitt ár Kasper Hjulmand á tíðindafundi á Tórsvølli fyri tveimum mánaðum síðani. Danski landsliðsvenjarin hevur kunngjørt hópin til HM-undankappingardystirnar móti Føroyum og Skotlandi (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Um tíggju dagar bresta Danmark og Føroyar saman í Parkini í næstseinasta umfari í HM-undankappingarbólki F hjá UEFA. Tá liðini hittust á Tórsvølli 4. september vóru Føroyar ógvuliga nær við at skelka fótbóltsheimin. Tá ein tími varð leiktur høvdu okkara ein stóran tvífaldan málmøguleika, og málið hjá Teiti Gestssyni varð hildið reint í 84 minuttir. Kasper Schmeichel helt málið reint á Tórsvølli, men tað var um reppið, at tað ikki eydnaðist. Meinhard Egilsson Olsen verður møguleika við í føroyska hópinum (Mynd: Jens Kr. Vang) Tað er ikki eydnast nøkrum at fáa stig frá Danmark í teimum fyrstu átta umførunum-ei heldur at skora nakað mál móti Kasper Schmeichel. Føroyar fáa ein møguleika aftur í komadi viku. Í vikuni tók Kasper Hjulmand út danska hópin til seinasta heimadystin og dystin í Skotlandi, har "arbeiði skal gerast liðugt" Stórar broytingar eru ikki, í mun til hvussu hópurin hevur sæð út í heyst og til EM-endaspælið í summar. Tó manglar skaddi Martin Braithwaite framvegis, og Mikkel Damsgaard og Kasper Dolberg eru ikki við vegna ávíkavist skaða/sjúku og av persónligum ávum. Hetta avmakrar Danmark nakað í álopspartinum, tó at nógvir heilt dugnaligir leikarar framvegis eru tøkir, og nógv góðska er á øllum plássum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 Gilli spælir ikki aftur í ár Lærkrikin hevur plágað landsliðsleikaran seinastu mánaðirnar. Hann sigur við Portalin, at mest sannlíkt er ein skurðviðgerð neyðug Gilli Rólantsson, her í dystinum móti Eysturríki 9. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Agnar Prestá HM-undankappingardysturin á Tórsvølli 12. oktober millum Føroyar og Skotland var A-landsdystur nummar 50 hjá Gilla Rólantssyni Sørensen. 29-ára gamli tvøramaðurin skrivar í uppslagi á sosialu miðlunum, Facebook og Instagram, at hann er sera errin av at hava spælt so nógvar dystir fyri land sítt. Samstundis harmast Gilli. Skjóti bakkurin/vongbakkurin hevur runnið sínari seinastu metrar í einum kappingardysti í hesum árinum. Hann boðar í uppslagnum frá, at lærkrikin hevur plágað hann illa seinastu mánaðirnar, og at nú gongur tað ikki longur. Í viðmerking við Portalin sigur royndi landsliðsleikarin, ið til dagliga spælir fyri Odds BK í Noregi, at hann mest sannlíkt skal undir skurð í næstum fyri at koma trupulleikanum til lívs. Eftir skurðviðgerðina tekur tað umleið seks vikur, til leikari er 100 prosent til reiðar aftur, og í øllum førum er greitt, at Gilli Rólantsson ikki spælur aftur fyrrenn í 2022. Skaðin merkir, at Gilli ikki varð úttikin til seinastu HM-undankappingardystirnar á hesum sinni, ið verða leiktir í Danmark og Ísrael, ávíkavist 12. og 15. november. Fimm umfør eru eftir í bestu norsku deildini-ta seinasta er 12. desember. Odds hevur átta stig niður til 14. plássið, ið ger at man skal í upp- og niðurflytingardyst, og níggju stig niður til gamla felagið hjá Gilla, Brann Bergen, sum liggur til beinleiðis niðurflyting. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 U21-hópurin móti Serbia úttikin U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Serbia, sum verður fríggjadagin 12. november (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Komandi vikuna skal føroyska U21-landsliðið í fótbólti á vøllin aftur, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Serbia er á skránni, ið samstundis er seinasta dysturin hjá U21-landsliðnum í ár. Mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, og tá setti venjarin, Sámal Erik Hentze, navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til komandi landsdyst. Sámal Erik Hentze á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 Á Eiðinum hava tey hyggjarar um allan heimin Tilsamans 71.484 fólk hava fylgt við tá FC Suðuroy TV við Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm hevur sent beinleiðis av Eiðinum í Vági (Mynd: FC Suðuroy) SkrivaÐ: Sverri Egholm Hóast tey í FC Suðuroy eru í tí keðiligu støðu at besta mansliðið næsta ár spælir í triðbestu deildini, so kunnu tey fegnast um allar hyggjararnar sum hava verið á FC Suðuroy TV í ár. Tað eru teir báðir Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm sum hava verið frásøgumenn. Á Facebook hevur Dennis Holm gjørt støðuna upp, og talan er um eina væl umtókta sending. -FC Suðuroy TV hevur higartil í 2021 rokkið út til tilsamans 71.484 fólk, harav 17.490 fólk hava valt at fara inn á rásina og hyggja eftir fótbólti av Eiðinum í ár–og hava hesi higartil í 2021 hugt eftir fótbólti á FC Suðuroy TV í tilsamans 3.320 tímar, skrivar Dennis Holm. -Fólk úr 15 londum kring heimin hava umvegis Youtube rásina FC Suðuroy TV fylgt við fótbólti av Eiðinum í Vági í ár. Tey flestu, umleið 2/3 eru hyggjarar í Føroyum, men harumframt hava hyggjarar verið úr Danmark, Norra, Íslandi og Stóra Bretlandi–og úr Spania, USA og Serbia, umframt at nakrir hyggjarar eisini hava verið úr Avstralia, Arabisku Emiratunum, Týsklandi, Fraklandi, Indonesien, Singapor og Burma. -Talan er serliga um hyggjarar í aldursbólkunum frá 18 til 54 ár–og tað eru serliga menn (fleiri enn 85%), sum hava hugt eftir fótbólti á FC Suðuroy TV av Eiðinum í ár. Dysturin millum FC Suðuroy og Skála 1. apríl 2021 hevði størst vitjunartal kappingarárið 2021 (1.645 vitjandi), skrivar Dennis Holm. Sagt verður, at tað eisini er ætlanin at senda beinleiðis av Eiðinum næsta kappingarár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021 Føroysku U18-menninir settu norðmenn upp á pláss Eitt skifti vóru okkara menn á odda 20-11 ímóti norðmonnum. Úrslitið gjørdist 28-25 til Føroyar (Mynd: Hondbóltssambandið) SkrivaÐ: Sverri Egholm Føroysku U18-menninir vunnu hóskvøldið trygt 28-25 á Noreg í Høllini á Hálsi. Hálvleiksstøðan var 17-10 til Føroyar. Hetta er fyrsti landsdystur hjá U18-landsliðnum og liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Montenegro, sum verður í august 2022. Ilt er altíð at spáa um styrkina á einum landsliðið áðrenn fyrsta dyst, og hvar liðið flýtur í mun til hini londini. Hesir vístu so dyggiliga, at teir hava dygdir á sama støði, sum nógv umrødda U19-landsliðið, sum er ein árgang eldri enn teir. Føroyska liðið spældi sum eitt lið frá byrjan, har allir bjóðaðu inn. Verjan stóð væl og fingu okkara mál frá øllum plássum. Tað vóru heili 11 ymiskir málskjúttar í dystinum. Tað óvanliga við hesum liðinum, í mun til nógv onnur føroysk lið, er at leikararnir eru rættiliga høgir. Miðverjan við Ísak Vedelsbøl og Markus Bramsen liggur um 195 sentimetrar, og stóðu teir sera væl saman saman við Róki Ziskason. Í málinum stóð Aleksandar Lacok sera væl allan fyrra hálvleik, og hevði fleiri framúr bjargingar. Liðini fylgdust fyrstu 15 minuttirnar av dystinum, tá støðan var 6-5 til Føroyar. Hareftir hevði føroyska liðið helst sína bestu løtu í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 17-10 til Føroyar. Óli Mittún og Rókur Ziskason vóru eyðsýndir í føroyska álopinum og vóru sjálvir vandamiklir og spældu væl upp til vengurnar, Óla Jákup Gaard Olsen og Trónd Johnson, sum vóru tryggir í skotunum. Í verjuni var serliga Ísak Vedelsbøl eyðsýndur. Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleik og til 20-11, áðrenn norðmenn svaraðu aftur. Føroysku venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, skiftu væl út og komu allir leikararnir á vøllin, hetta uttan at hetta nervaði støðið á liðnum. Dysturin var so at siga avgjørdur 10 minuttir fyri leiklok, tá støðan var 24-16. Føroyska liðið var nakað sløsut seinastu 5 minuttirnar og loyvdi hetta norðmonnum, at minka um munin niður í trý mál. Liðini hittast aftur í kvøld klokkan 18 í Høllini á Hálsi. Dysturin kann stroymast á live. hsf. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021 Marius Joensen skal standa á odda fyri Føroyameistarunum StÍF hevur gjørt sáttmála við 42 ára gamlan skálamann eftir at samstarvið við Ljubica-Buba Hansen steðgaði (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm StÍF hevur gjørt sáttmála við Marius Joensen um at vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum. Tað var annars Ljubica-Buba Hansen úr Makedonia, sum varð sett sum venjari hjá kvinnunum hetta kappingarárið og hon hevði eisini ábyrgd av gentualdursbólkunum. Hetta samstarv endaði fyri trimum vikum síðani. Tað er Marius Joensen sum hevur staðið við róðrið fyribils. Nú verður tað ikki fyribils, men sum venjari hjá kvinnum umframt at hava ábyrgd av gentualdursbólkunum. Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum. Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari. Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand. pæd. pæd. psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum. Marius Joensen er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni. StÍF liggur á fimta plássi í deildini eftir seks dystir við fýra stigum. Marius Joensen, nýggjur høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF (Mynd: StÍF) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 Vágaliðini síggja sterk út Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Føroya Tele-deildin, kvinnur: Gaman í vunnu greipuvinnararnir úr Sørvági ársins fyrsta dyst, tá stórsteypadysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi, men fyri tað kann Dráttur saktans liggja omaná, tá hetta árið er liðugt Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við. Verður hugt eftir stórsteypadystinum, sum var millum vágaliðini bæði, so liggur tað til, at SÍ er omaná í tí kappingini. Men tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at SÍ er favorittur til at endurvinna meistaraheitið, sum liðið vann í fjør eftir ikki at hava vunnið landskappingina síðan 2010. Samanborið við kappingarárið í fjør er liðið hjá greipuvinnarunum úr Sørvági, líka sterkt sum tað var í fjør, men tað eru ábendingar um, at Dráttur saktans kann fara at gera oyggjarfeløgunum lívið súrt, tá avtornar. Og fyri at koyra salt í sárið, so er tað enntá við leikarum, sum eru barnvaksnir í Sørvági at hetta skal gerast. Ikki tí, Dráttur hevði longu frammanundan gott fólk á nógvum plássum, men við til dømis Helgu Guttesen og Anniku á Stongum fær liðið av Giljanesi nakrar eyka streingir at spæla uppá, sum saktans kunnu fáa stóran týdning, tá kappingin skal avgerast. Fleiri um boðið Hyggja vit eftir hagtølunum tey seinastu árini, so síggja vit, at listin av vinnarum í lands- og steypakappingini er rættiliga fjølbroyttur. Rætt er, at SÍ vann greipuna í fjør og eisini, at liðið hevur vunnið steypakappingina trý ár á rað, men burtursæð frá tí hava bæði Mjølnir, Fleyr, TB og Dráttur vunnið lands-ella steypakapping–ella báðar–hesi seinastu árini. Sjálvt um eingin blívur meistari uppá tað, sum man vann í fjør ella áðrenn tað, so er tað tó ein ábending um, at har er nakað at byggja á, og júst tað er orsøkin til, at SÍ og Dráttur eru tey liðini, sum mugu metast at vera tey sterkastu. Fara vit so eitt stig víðari, so er slett ikki óhugsandi, at Fleyr, sum hevði nøkur sera góð kappingarár fyri nøkrum árum síðan, eisini kann blanda seg upp í stríðið. Serliga, tí liðið hevur fingið útlendskan styrk, og spurningurin er so, um hetta kann samansjóðast til nakað ordiliga spennandi fyri kappingina. Mjølnir kann gott Søguliga sæð hevur Mjølnir klárað seg øgiliga væl. Heilt afturi í tíðini, tá Mjølnir stríddist við Fleyr vóru tað bara tey bæði liðini, sum skiftust um at vinna meistaradeildina, sum varð stovnað í 1985/86, og tað var ikki fyrr enn í 2001, at Dráttur, sum tað fyrsta felagið breyt stórbýardominansin í deildini. Í 2004 og 2005 kláraði Mjølnir seg aftur væl, men besta tíðarskeiðið hjá mjølnirkvinnunum nakrantíð var frá 2011 til 2014. Hesi árini vunnu klaksvíkskvinnur greipuna fýra ár á rað. Og fleiri av teimum leikarunum eru nú aftur í felagnum, og saman við yngri kreftum kann tað saktans aftur fara at spæla sum tað eigur fyri Mjølnir. Men eisini her er tað ein spurningur um samanhang og um tað ber til, tað er tó eingin ivi um, at royndirnar hjá teimum royndu kreftunum, sum t. d. Sofíu Purkhús Splidt, Urd Traðará og Katrin Petersen og øðrum, er ikki óhugsandi, at Mjølnir kann seta kílar í hjá hinum liðunum. TB og KÍF Tey bæði seinastu liðini í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum eru kanska eisini tey, sum eru ringast at siga nakað um, áðrenn kappingin byrjar. Bæði liðini hava klárað seg væl, men KÍF hevur tó ongantíð vunnið nakað í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Skulu vit spáa um gongdina, nú áðrenn kappingin byrjar, ja, so er tað ósannlíkt at hugsa, at hetta verður árið, tá KÍF á fyrsta sinni vinnur steyp, men vit taka gleðiliga tann lúsingin, um liðið ger okkara forsagnum til skammar. Tað sama er í grundini galdandi við TB, sum gaman í vann steypakappingina í 2017 og landskappingina í 2015. Men beint nú virkar tað sum, at hini liðini eru tað sterkari enn TB í ár. Tað eru seks lið í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum, og tey koma øll í gongd um vikuskiftið. Dráttur og KÍF spæla á Giljanesi í dag, leygardagin 6. november klokkan 14, og SÍ og Fleyr í Sørvági somu klokkutíð, og seinasti dysturin í fyrsta umfari, tað er dysturin millum Mjølnir og TB, verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 13. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Mjølnir eigur leiklutin sum favorittur Tað eru fimm lið, sum skulu kappast um meistaraheitið hjá monnum í ár, og sjálvt um tað neyvan ber til at siga nakað við vissu, so liggur tað til, millum annað við omanfyri nevndu grundgevingum, at Mjølnir er tað liðið, sum undan kappingarbyrjan sær út sum tað besta boðið uppá ein meistara (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Føroya Tele-deildin, menn: Føroyameistararnir úr Mjølni sleppa ikki undan at átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin í mansflogbólti byrjar aftur um vikuskifti. Ein serlig orsøk til tað er, at liðið hevur fingið ein sera munagóðan styrk í afturvenda leikandi venjaranum Philip Freere. Sjálvt um tað er sjáldan, at ein leikari vinnur nakað einsamallur í flogbólti, so kann ein leikari hava so stóran týdning, at hann dregur eitt lið so langt upp, at tað sær út til, at hann hevur so nógv at siga. Júst so stóran týdning virkaði tað sum leikandi australski venjarin hjá Mjølnir í tíðarskeiðnum 2018-2020 hevði, tá hann seinast spældi í Klaksvík; og tað er eisini ein av orsøkunum til, at vit her leggja upp til, at Mjølnir aftur í ár má átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin byrjar aftur. Dámlig australiumaðurin er aftur Gaman í hevur Mjølnir mist sterkar leikarar, sum til dømis Trygva á Brekkukletti, sum er farin í heimbygdina at spæla við Ternuni, men umframt Philip Freere, hevur Mjølnir eisini fingið Jóhan Arna Elisson Wang á liðið, og tað ger, at Mjølnir samanlagt sær sterkari út enn liðið var í fjør, tá tað gjørdist føroyameistari. Tað eru fimm lið, sum skulu kappast um meistaraheitið hjá monnum í ár, og sjálvt um tað neyvan ber til at siga nakað við vissu, so liggur tað til, millum annað við omanfyri nevndu grundgevingum, at Mjølnir er tað liðið, sum undan kappingarbyrjan sær út sum tað besta boðið uppá ein meistara, tá hetta kappingarárið er leikt liðugt. Men dystirnir skulu spælast, og tí kann væl vera, at onnur lið velja at taka dystin upp við klaksvíkingar, og tað er als ikki óhugsandi, at eitt nú ÍF og Fleyr, sum eisini hevur fingið útlendskan styrk, kunnu fara at bjóða Mjølnir av í oddanum. Tað kunnu sørvingar fyri tað eisini, tí teir duga ofta øgiliga væl at finna tað fram, sum skal til, tá tað geldur, men nú undan kappingarbyrjan virkar tað kortini ikki sannlíkt. Steypavinnararnir vilja meira Fuglfirðingar hava tey seinastu nógvu árini kjálkast fram ímóti einum góðum úrsliti í landskappingini, og sjálvt um nógvir av leikarunum eru ungir, so hevur liðið eisini garvaðar leikarar, sum kunnu bera, tá tað stendur harðast á. Har er Bjarni Larsen eitt gott dømi og Vukasin Nedeljkovic, sum hevði eitt framúr gott ár í fjør, eitt annað dømi. Og hyggja vit eftir steypakappingini í fjør, so gjørdu fuglfirðingar júst tað, at teir vunnu eina spennandi finalu, júst ímóti favorittunum úr Klaksvík, við trimum settum móti tveimum. Nú hevur liðið, sum sambært leikarayvirlitinum ongan nýggjan leikara hevur fingið í ár, eitt ár meira á baki, og tað kann hava stóran týdning í longdini. Tá tað kemur til landskappingina er eingin ivi um, at teimum í Fleyr leingist eftir at vinna meistaraheitið aftur, tí seinast Fleyr gjørdist meistari var í 2006. Og høvuðsstaðarfelagið hevur eins og fleiri av hinum feløgunum í deildini fingið sær útlendskan styrk fyri at stuðla undir vónina um, at meistaraheitið skal koma til høldar. Uttan at siga nakað um tað fer at rigga hjá Fleyr ella ikki, so er greitt, at kappingin við hini liðini í deildini verður hørð, tí tey eru sterk. Men Fleyr hevur eisini sterkar leikarar, við drúgvum royndum, so sum Suna Juul Pedersen og brøðurnar Róa og Dávið Hentze bara fyri at nevna nakrar. Toftamenn bjóða av Seinasta liðið í deildini er Ternan, sum má taka leiklutin sum tað veikasta liðið. Hetta liðið er kanska eisini tað, sum er ringast at siga nakað um, tí har er so nógv nýtt, og ungt, fólk, sum nú skal royna at fóta sær í FøroyaTele-deildini hjá monnum. Sterkasta kortið hjá toftamonnum er Trygvi á Brekkukletti, sum er komin heimaftur úr Mjølni, men spurningurin er, um hann einsamallur klárar at bera byrðarnar í ár. Hetta skal tó ikki takast sum ein kritikkur av hinum leikarunum, men tað er veruliga eitt stórt lop at spæla í bestu deildini samanborið við hinar, tí eitt er, at hini liðini eru øgiliga sterk, spælið gongur eisini so øgiliga nógv skjótari í bestu deildini. Tíðin má vísa, hvussu endin verður á tí, sum byrjar um vikuskiftið. Fyrsti dysturin, sum verður spældur, er dysturin millum SÍ og Fleyr, sum verður í høllini í Sørvági í dag, leygardagin 6. november klokkan 16. Sunnudagin klokkan 15 spæla Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík, og so vera tveir dystir mikukvøldið, tá Ternan byrjar sítt kappingarári við heimadysti móti SÍ klokkan 18, og tveir tímar seinni verður gamli klassikarin millum Mjølnir og Fleyr í Klaksvík. Og tá fáa vit longu fyrstu ábendingarnar um, hvønn veg pílarnir peika. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021 Báðir føroyingarnir vunnu Levi Hammer og David Kunoy boksaðu í Danmark síðsta fríggjakvøld SkrivaÐ: Enn einaferð fingu boksarar frá Tórshavn Boksing góð úrslit, tá tveir íðkarar luttóku á boksistevnu í Danmark síðsta fríggjakvøld. Levi Hammer og David Kunoy boksaðu móti donskum mótstøðumonnum á eini kapping í Helsinge í Norðursælandi. Talan var um javnar dystir, ið kundu farið báðar vegir, men tað vóru føroyingarnir, sum tóku sigurin í báðum dystunum, greiðir venjarin í Tórshavn Boksing, Martin Meng frá. Hóast teir vunnu, so er støðið enn nakað frá donskum meistaraskapsstøði, og tí er nakað at arbeiða við áðrenn teir báðir, saman við Jonathan Malaikev, skulu boksa í danmarksmeistarakappingini seinni í vetur. -Levi hevur ikki verið í ringinum í 22 mánaðir, og tað var týðuligt, at har var eitt sindur av rusti, ið skal bankast av. Og David boksaði sín fyrsta dyst, og visti tí ikki, hvat hann kundi rokna við. Tað merkti dystin, men vit vunnu, og uppgávan varð loyst, sigur Martin Meng. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021 Nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag verður nú veruleiki Verkætlanin kemur at kosta beint omanfyri tíggju milliónir krónur og fer at geva FSR góðar umstøður og møguleikar FSR hevur húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð-tá hetta neystið á 12 x 30 metrar og við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum verður veruleiki, verður veruleikin ein heilt annar SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tilgongdin til nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur verið drúgv. FSR, Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava leingi arbeitt við verkætlanini og, sum vera man, so eru nógvir snøklar, ið skulu fáast upp á pláss, áðrenn alt kann setast í gongd. Eftir at hava húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð, er nú komið hartil, at spakin verður settur í. Hetta hendi ónsdagin 3. november. Egon Rasmussen úr Øravík loysti“ fyrsta flagið”. Egon er, sambært FSR, elsti núlivandi rógvari hjá FSR, ið setur seg føran fyri at sita handan stýripinnarnir á stóru gravimaskinuni hjá MTV-byggivirki, ið skal standa fyri útgrevstrinum. Staðsetingin er á Hvítanesi, beint vestan fyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag. Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd. Verkætlanin, ið kemur at kosta umleið 10,3 milliónir krónur, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR. Neystið verður umleið 12 x 30 metrar, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Uni sigur, at talan verður um ein veruligan sjódepil og fer tað ikki einans at snúgva seg um rógving við føroyskum bátum. Har verður møguleiki fyri kajakkrógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna (kemur seinni) og øðrum viðkomandi aktivitetum. -Atkoman hjá rørðslutarnaðum er tonkt inn í alla verkætlanina. Atkomuligt er bæði í erva og neðra við koyristóli og lyft er eisini inni í húsinum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Talan verður um jørð-ella sjóhita Tvøroyrar kommuna ynskir FSR hjartaliga til lukku við komandi neystinum og vónar at nýggju og betraðu umstøðurnar kunnu vera við til at leggja gróðrarbotn fyri enn størri virksemi í felagnum-býnum og borgarunum til gagns. <Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021 |
Húsavørðurin og timburmaðurin úr Rituvík stýrdi bóltinum og føroyingum inn í nakað dreymakent í Danmark SíÐa 2 Óboðin gestur í brúdleypi hjá tinglimi SíÐa 9 Elias Magnusen høvuðsleiklut í enskum sangleiki SíÐa 40 Eyðun Klakstein skrivar krimiskaldsøgu SíÐa 41 Sóleyan–nýggja stórsligna tónaverkið hjá Jens Paula og Elini Brimheim Heinesen komið út SíÐa 43 Skal royndarsmakkast í komandi viku SíÐa 7 Toran sló niður í mylluna SíÐa 6 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Grønu avbjóðingarnar–hvør tekur avbjóðingina? Í Glasgow eru tey nú farin at gera seg til at rigga av eftir fleiri dagar at hava verið heimsins politiski miðsepil, nú COP26 veðurlagsráðstevnan hevur verið á skránni. Við spenningi verður og hevur verið bíðað eftir, hvat ítøkiligt fór at koma burtur úr hesum toppfundi, har endamálið er at støðga útlátinum av vakstrarhúsgassum, so at vit kunnu tálma ógvusligu broytingunum, sum vit uppliva í veðurlagnum á jørðini. Tí nú má tað vera gingið upp fyri teimum flestu. Vegurlagið ER broytt rættiliga nógv hesi seinastu árini. Til tað betra ella tað verra, kann kjakast um, men tað er ikki gott, at veðurlagið broytis–als ikki. Tað merkir, at jørðin ikki er í javnvág, og tað er eitt stórt vandatekin. Tørvurin á at gera nakað við hetta tykist eisini at vera gingin upp fyri fleiri valdshavarar, og onkur tekin koma úr Glasgow um, at tað eru lond og statsleiðarar, sum nú ætla at taka trupulleikan í størsta álvara, og tað er til at fegnast um. At tað skuldi taka so nógv ár at fáa eina orðing um at tað ikki er gott fyri veðurlagið at brúka kol sum høvuðsorkuleldu, kann ein so undrast stórliga yvir. Vit síggja jú, at ferð er komin á menningina av alternativum orkumøguleikum. Og her gongur privata vinnulívið á odda, so tað forslær. Politikarar darla langt afturúr í sínum fyrivarnum og ótta fyri at taka ov drastisk stig. Her heima í Føroyum eru vit eisini tilvitað um, at vit áttu at havt ein almennan veðurlagspolitikk. Men tað er líkasum ikki nakar, sum tekur upp avbjóðingina, og ger nakað við hana. Ein kann gott sita við einum illgruna um, at so leingi tað er flokkurin hjá løgmanni, sum situr á málsøkinum, so hendir neyvan nakað nevnivert, náttúruni at gagni. Hvat signalvirði ein skal leggja í, at tingmanning floksins hevur leitað sær uttanlands at nema sær kunning um kjarnorku ella klovningsorku, virkar í besta føri sum ein roynd at sleppa undan at taka støðu til avbjóðingina. Vit royna at seta okkum grønar málsetningar, men oftast koma hesir ikki longur enn niður á pappírið. Sum heimsins mest dálkandi tjóð pr. íbúgva, hava vit lyndi til at yppa øksl og–eins og hini menningarlondini–uppgevandi siga, at tað mugu onnur taka sær av. Ikki so frægt sum at vísa ein vilja til at finna eina loysn hvussu vit kunnu fáa fiskivinnuna grøna, hava vit víst. Ikki eingang spilt pappír upp á tað. Tað er smáligt. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 1532 Lisnar síður: 13127 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 2 Húsavørðurin og timburmaðurin úr Rituvík stýrdi bóltinum og føroyingum inn í nakað dreymakent í Danmark Øll landsliðsmálini hjá NSÍ-áleyparanum eru skorað innan fyri tvey og eitt hálvt ár–tað fyrsta kom ímóti Spania í juni 2019. Nummar níggju í røðini gjørdist eisini serstakt, og tað var ein stór løta fyri Klæmint Andrasson Olsen og føroysku fjeppararnar Klæmint Andrasson Olsen tók í ovfarakæti blusuna av og blakaði hana út til áskoðarnar (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Keypmannahavn, Danmark (Portalurin)-Tað ynski, ið so mangir føroyingar høvdu fyri dystin í Parkini í gjárkvøldið gekk út-tað eydnaðist at skora móti dønum, sum tað fyrsta liðið í undankappingini, og vit fingu eina serstaka løtu. Hon verður seint gloymd, og føroyskir fjepparar settu sín serliga dám á. Tað sá út til, at vit høvdu havt okkara heilt stóra møguleika at gera tað, sum droymt var um, og at danir vóru slopnir við skrekkinum. Eftir eina langa tunga løtu í verjustøðu var føroyska liðið komið longur niðan á vøllin, og trýsti donsku leikararnir væl, og so fingu vit fatur á bóltinum í vinstru. KÍ-liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen, hevur havt eitt sera gott kappingarár, og spældi í gjárkvøldið sín besta undankappingardyst fyri landsliðið. Hann svingaði vinstra beinið, og sum vit so ofta fyrr hava sæð, so hevði Klæmint Andrasson Olsen funnið sær pláss beint aftan fyri ein mótstøðuleikara. Áleyparin kom væl uppfrá, møtti bóltinum við pannuni, men fekk ikki stýrt honum fram við Kasper Schmeichel. Og hetta hevði heldur eingin megnað frammanundan í hesari HM-undankappingini. Men bert lítla løtu seinni eydnaðist tað: Innkast í høgru frá Hera Hjalt Mohr, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera aftur. Innskifti vongbakkurin spældi hart nakað inn móti miðjuni til Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður-bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg-uppum Simon Kjær og fram við Schmeichel-til 2-1. Klæmint hevði ryggin til danska málið, men megnaði kortini at finna longra málhornið. Talan er um "rættan áleypara", og tá málrevurin úr Rituvík hevði fingið netið aftan fyri Schmeichel at flyta seg, vóru ein rúgva av ymsum kenslum vaktar inni í Parkini og aðrastaðni. Donski øði og vónbrot og føroysk gleði (Mynd: EPA) (Mynd: EPA) Tað var“ ekstasa” hjá føroyingum, sum miðverjin Hørður Askham lýsti tað fyri Portalinum í samrøðu nakað eftir dystin. -Ein fantastisk løta, sum vit sjálvandi skuldu njóta, segði Jákup Biskopstø Andreasen, ið legði upp til eitt mál fyri fyrstu ferð í landsliðshøpi–Ein ótrúlig og stór løta segði málskjúttin. Føroysku áskoðarnir vóru í sjeynda himli og tey í niðasta raðnum í tí partinum, har mongu mælsku fjeppararnir vóru, fagnaðu Klæminti, ið hevði kastað sína troyggju upp í fjøldina, og allar hinar føroyingarnir, sum komu rennandi yvir. Eitt hópatal av íløtum við øl vórðu kastað upp í loft, hóast DBU áðrenn dystin hevði mint á, at tað ikki var loyvt, og so livdi føroyska vónin um ta heilt stóru sensatiónina veruliga–vit fingu løtuna; dysturin var livandi aftur, og okkara høvdu aftur gjørt lívið hjá Hjulmand og hansara monnum trupult. (Mynd: Sverri Egholm) (Mynd: Sverri Egholm) Hinvegin vóru danir lamslignir og skelkaðir. Í hvussu er ein av teimum yvir 35.000, ið var til staðar, var óður–ella hann var í roynd svakur. Schmeichel hevði mist sína góðu røð, og hevði, eins og pápin 31 ár frammanundan á næsta sama staði, latið mál inn móti Føroyum, og geyl og eiðir ruku úr munni hansara. Hetta málið hjá føroyska húsavørðinum og timburmanninum, og reaktiónin hjá frálíka góða danska málverjanum, gjørdist eisini nakað, sum donsku miðlarnir veruliga settu sjóneykuna á eftir dystin, hóast teir reyðkløddu skoraðu til 3-1 løtu seinni. Lítillatni og siðiligi rituvíkingurin vísti fleiri kenslur í gjárkvøldið enn vanligt, eftir at hann gjørdist bert næsti føroyingur í røðini at skora móti Danmark–síðani 1-1 málið hjá Allani Mørkøre móti Schmeichel eldra í 1990, hava Føroyar ikki skora móti Danmark í fýra royndum. Tað var nær við at løtan kom á Tórsvølli í september-men tað er bert á Eysturbrúgv, at Føroyar skora móti Danmark-higartil hevur tað eisini verið hvørja ferð. Spurningurin er, hvussu nógv málskjúttin hevur sovið í nátt–at skora fyri landsliðið gevur eina aðra kenslu, ogtað er nakað heilt serligt, segði Klæmint við Portalin eftir dystin í gjár. Hann hevur nú níggju landsliðsmál, og metmálskjúttin í føroysku landskappingini er nú javnur við Toda Jónsson, og eitt mál aftan fyri Rógva Jacobsen, sum hevur metið í landsliðshøpi. Øll málini hjá NSÍ-áleyparanum eru skorað innan fyri tvey og eitt hálvt ár–tað fyrsta kom ímóti Spania í juni 2019–men einki hevur givið honum og føroyingum slíkar kenslur. Hóast hetta ikki gav nakað stig, so framkallaði stútarin, sum fór framvið Schmeichel, eina løtu, ið Klæmint Olsen og nógv við honum seint fara at gloyma, og nakað ið danir iðra seg stórliga um. (Mynd: Sverri Egholm) Átta Betrideildarleikarar vóru á vøllinum hesa løtuna, og arbeiðssomu leikararnir, har meginparturin eru amatørar/hálvtíðar yrkisleikarar gjørdu nakað, ið Skotland, Eysturríki, Ísrael og Moldova ikki hava gjørt í ár. Tað vóru lýti í føroyska spælinum, og føroyingar vóru undir meginpartin av dystinum, men skipanin var góð, og stríðsviljin og avrikið kundi spurnartekin ikki setast við. Og løtan hon kom–sum Klæmint, hinir føroysku leikararnir, venjaratoymið og føroysku fjeppararnir høvdu uppiborið. Nú er bert Ísrael eftir í hesari undnakappingini–tann útidysturin verður mánakvøldið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 Koronupass kemur í gildi í Føroyum Í síðstu viku segði løgmaður at koppsett smittaðu eisini, og tí var koronapass ikki loysnin. Nú smitta tey ikki kortini-ikki líka nógv í øllum førum- og eftir nógv trýst seinastu dagarnar bakkar løgmaður Løgmaður greiddi í Degi og viku í kvøld frá nýggju tilmælunum, sum vóru likin til Kringvarpið (Skíggjamynd: KVF) SkrivaÐ: Sverri Egholm Nú kemur koronupass í gildi í ávísum førum í føroyska samfelagnum. Eitt galdandi koronapass er nakað tú fært um tú ert vaksineraður við tveimum prikum ella fleiri, koronutest sum ikki er eldri enn 72 tímar. Hetta er nakað sum landsstýrið nú fer at taka í brúk fyri at steðga koronuútbrotinum, tá vit eru í stig 2. Koronustøðan í Føroyum verður framyvir deild upp í trý stig. Stig 1 (grønt), stig 2 (gult) og stig 3 (reytt), alt eftir hvussu tølini síggja út, verða ymisk tiltøk sett í verk. Tað kundi Dagur og vika avdúka týskvøldið. Koronupassið kemur eftir áhaldandi trýst seinastu dagarnar frá miðlum, men eisini frá politikarum, eitt nú partamonnum hjá løgmanni. Boðskapurin var annars púra greiður í síðstu viku, tá løgmaður saman við landslæknanum og fútanum hevði tíðindafund. Koppsett smittaðu eisini-hóast ikki líka nógv sum ókoppsett-varð sagt, og tí var koronapass ikki loysnin. Men nú er vent í holini hjá løgmanni og landsstýrinum, sum saman við Degi og viku í kvøld kundi avdúka av stigini verða býtt upp soleiðis: Stig 1 (minni enn 15 nýggj smittaði pr. dag pr. viku) Stig 2 (millum 16 og 75 smittaði pr. dag pr. viku) Stig 3 (fleiri enn 76 smittaði pr. dag pr. viku) Ætlanin var at hava tíðindafund í morgin at greiða frá nýggju tilmælunum, men sum skilst verður hetta ikki gjørt kortini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021-Tað skal vera trupult ikki at vera koppsettur Mette Frederiksen viðgongur at ætlanin er, at allir borgarar verða koppsettir Størvini omanfyri eru frá Portalinum, sum er størsta savning í Føroyum. Toran sló niður í mylluna Talan er um ta norðastu og elstu mylluna hjá Sev á Eystnesi (Mynd: Sámal Jákup Gøte) SkrivaÐ: Nógv fólk stukku upp úr svøvni av ógvusligum torusláttri mánanáttina. Møguliga var tað hetta ógvusliga snarljósið, sum í nátt rakti hesa mylluna á Eystnesi. Myllan, sum er rakt er tann norðasta myllan, og harvið tann elsta myllan, sum stendur á Vørðuni í Neshaga. Myllan er av slagnum Nordtank, og er tann elsta myllan hjá Sev. Á Sev vóru tey týsmorgunin ikki vís í, um myllan varð rakt av sjálvum snarljósinum, ella um snarljósið órógvaði kontrollskipanina so mikið, at myllan fekk so nógva ferð á seg, at hon oyðilegðist. -Vit kunnu staðfesta, at tað var eitt sjokk í syesteminum beint áðrenn klokkan 05 mánamorgunin. Allar myllurnar á Eystnesi støðgaðu, men hinar fóru í gongd aftur eftir eini løgu. Soleiðis segði Heri Mortensen, rakstrarleiðari hjá Sev í útvarpinum týsdagin. Myllan verður neyvan umvæld, tí ætlanin hevur verið at taka hana úr framleiðsluni. Tað, sum fólkini hjá Sev hugsavnaðu seg um í fyrstu syftu, var at tryggja allar leivdirnar frá mylluveingjunum, sum liggja sløddar í økinum kring mylluna. (Mynd: Sámal Jákup Gøte) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Skal royndarsmakkast í komandi viku Royndin at turka svínaskinku í Norðrasta haga í Sandoynni er nú komin so mikið langt, at mett verður at maturin kann royndarsmakkast SkrivaÐ: Hon sá eitt sindur loðin út, tá hon varð tikin inn á køksborðið. Tað er týðuligt, at her hava onkrar verur ella sporar sett seg á matin, men tað er jú tað, ið ger hann til nakað serligt. Júst hvat tað er, sum hendir, vita vit jú ikki við vissu. Vit vita bara, at tað ger matinum gott. Vit tosa her um danska svínaskinku, sum hevur hingið til turkingar í føroyskum hjalli. Í fleiri ár hevur gastronomiski ígongdsetin, Johan Mortensen, fingist við at turka skinkur og ostar í føroyskum hjøllum fyri á tann hátt at betra um smakkin í eini vón um, at tað einaferð kann gerast ein vinnuvegur at góðska mat í Føroyum við at turka hann á siðbundnan føroyskan hátt, og so sleppa at selja vøruna uttanlands. Men við teimum reglum, sum í dag eru galdandi í ES og EBS fyri mat, so ber snøgt sagt ikki til at útflyta vørur úr Føroyum, ið verða flokkaðar sum landbúnaðarvørur. Kanska tað einaferð kemur broyting í. Johan Mortensen hevur saman við Jógvani Høj í Klaksvík turkað skinkur í Trøllanesi og Múla og aðrastaðni norðrarlaga í Norðoyggjum við góðum úrslitið. Í januar í ár var so gjørt ein roynd at hanga danskar svínaskinkur í fjarskotna hjallin Norðuri í Haga í Sandoynni hjá Tórkil Dalsgarð, bónda á Dalsgarði í Skálavík. Vanliga verður roknað við, at ein slík skinka skal hanga í út við hálvtannað ár í hjalli áðrenn hon er liðugt búnað. Men nú eru nakrar tiknar heim úr hjallinum í Norðrasta haga, tí ein varhugi er um, at tær kanska longu eru búnar nú, tí umstøðurnar í opna hjallinum hjá Dalsgarðsbóndanum, ið liggur so frítt fyri, gera, at turkingin væntandi gongur skjótari. Tað turra kjøtið úr Skálavík er tiltikið. Sum sæst á myndini, so er ikki nógv gourmet yvir skinkuni, sum hon sá út fyrst í fikuni. Men nú er skinkan vaskað væl og virðiliga, skorðin sundur í passandi bitar og vakumpakka, til royndarsmakkingin verður í komandi viku. Og sigast má, at nú sær leskiligari út. Roynarsmakkingin, sum verður mánadagin skal avgera, um skinkurnar eru búnar at taka heim, ella um tær skulu hanga í nakrar vikur ella mánaðir afturat. Vónin er kanska at kunna lata skinkuna út til áhugaðar keyparar í Føroyum, so hon kann gerast partur av nýggjársborðhaldunum í ár, upplýsir Johan Mortensen. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Í lagi at geva harðari revsing í Føroyum Í juni fekk ein maður fimm ára fongsulsrevsing fyri m. a. at hava roynt at smugla amfetamin til Føroya-ein revsing, ið er harðari enn hon hevði verið í Danmark. Tað er í lagi, staðfestir Hægstirættur, m. a. tí at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Eitt nevningating í Føroya rætti gav í juni einum manni fimm ára fongsulsrevsing fyri at royna at smugla uml. eitt kilo av amfetamini til Føroya. Maðurin var eisini funnin sekur í m. a. at hava umleið 150 gramm av MDMA og umleið 400 gramm av hashi á bústaði sínum í Danmark. Revsingin á fimm ár er harðari, enn hon hevði verið í Danmark. Í rættinum varð víst á, at revsingin kundi vera harðari fyri at royna at smugla amfetamin í Føroyum, m. a. tí, at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum. Á heysti í 2019, tá maðurin varð handtikin, var prísurin á amfetamin 800 krónur pr. gramm, og í ár er prísurin 500 krónur pr. gramm. Til samanberingar var prísurin í Danmark millum 30 og 150 krónur pr. gramm í tíðarskeiðnum januar 2019 til februar 2021. Á Bornholm var prísurin tó 150-300 krónur. Málið varð kært til Hægstarætt, og mikudagin staðfesti Hægstirættur, at dómurin var í lagi. Tað hevur í meira enn 20 ár verið mannagongdin í Føroyum at revsa smugling og víðari sølu av rúsevnum harðari enn í Danmark, m. a. orsakað av hægri prísinum fyri rúsevnum og harvið munandi hægri vinning við sølu, og Hægstirættur staðfesti, at tá Føroyar yvirtóku revsirættin sum málsøki í mars 2010 vórðu eingi stig tikin til at broyta revsingina í rúsevnismálum. Tí var fimm ára fongsulsrevsing í lagi. Víst varð eisini á, at Hægstirættur áður hevur staðfest, at harðari revsing kann gevast í Grønlandi í rúsevnismálum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Óboðin gestur í brúdleypi hjá tinglimi Brúdleypið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni elvdi til kjak í vikuni. Korona er staðfest hjá brúðarparinum og gestum aftaná brúdleyið. Tinglimurin er ikki koppsettur, men hann heldur, at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina Tað sum skuldi vera ein so góður dagur, er nakrar dagar seinni blivið til nakað óheppið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni, sum vórðu gift næstseinasta vikuskiftið. Í brúdleypinum var ein óboðin gestur, sum hevur oyðilagt spælið fyri brúðarparið og fleiri av gestunum sum eftir brúdleypið hava fingið staðfest koronu. Steffan Klein Poulsen greiddi leygarkvøldið frá støðuni á Facebook. -Hetta hevur sjálvandi ávirkað okkum bæði nógv og var á ongan hátt tilætlað. Vit eru sera hørm um, at støðan bleiv sum hon bleiv, og vóna at vit øll koma væl fyri okkum. Tey fólkini, ið hava fingið smittuna eftir brúdleypið, hava tað gott, sum vit vita um. Tað er tað sum hevur størstan týdning av øllum, skrivar hann. Leysasøgur skulu hava verið við, at brúðarparið ikki virdi sóttarhald sum ókoppsett, og tey skuldu vera farin av landinum. Hetta avsannaði tinglimurin. -Í kvøld spyr onkur á Facebook, um vit virða sóttarhaldið sum ókoppsett, tí søgan sigur, at vit eru farin av landinum á brúðarferð. Veruleikin er tann, at vit vóru á brúðarferð í stórbýnum; okkara kæra høvuðsstaði Tórshavn. Vit føldu okkum tó ikki væl til passar og valdu tí at testa okkum. Ferðin bleiv avbrotin og heima verða vit uppringd av landslæknanum: positiv test. -So noy, vit eru ikki farin við nøkrum flogfari, men hava ligið í sóttarhaldi í nakrar dagar nú, skrivar Steffan Klein Poulsen. Tinglimurin úr Hvannasundi er ikki tann einasti innan politiska skipanina, sum ikki hevur valt at lata seg koppaseta. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamalum, og formaður í Miðflokkinum, hevur eisini alment boðað frá, at hann ikki fer at lata seg koppseta ímóti koronu enn. Steffan Klein Poulsen heldur at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina. -Vit í Miðflokkinum vera áhaldandi ákærd fyri at vera ímóti at fólk koppseta seg. Hetta passar á ongan hátt. Eg havi persónliga mítt skepsis fyri koppsetingini og havi úttrykt hetta við at vísa á, at hon ikki er fullkomin. Eg virði tó fult og heilt persónliga valið um at lata seg koppseta ella ikki. Í familjuni, í vinaskaranum, í samkomuni og í Miðflokkinum eru bæði koppsett og ókoppsett og vit finna øll væl útav tí saman. Vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskiftið um koppsetingina. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021 Vil vita um landsstýrismaðurin hevur verið í sóttarhaldi Ingilín Didriksen Strøm spyr Jenis av Rana, um hann er koppsettur fyri koronu, og um hann hevur hildið tilmælið um sóttarhald, eftir at korona varð staðfest hjá gestum í brúdleypi hjá Steffan Klein Poulsen, har landsstýrismaðurin eisini var til staðar (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Í farnu viku skrivaði Dimmalætting, at landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevði verið í brúdleypi hjá miðflokkatingmanninum Steffan Klein Poulsen síðst í oktober, har fleiri vórðu smittað við koronu. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann luttók í fleiri tiltøkum. Jenis av Rana hevur áður sagt, at hann ikki ætlar at lata seg koppseta fyri koronu, men nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin sett honum fyrispurning um málið. Hon vil m. a. hava at vita, um hann nú er koppsettur fyri koronu til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum. Um ein persónur ikki er koppsettur og hevur verið í sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest koronu, er tilmælið at fara í sóttarhald í tíggju dagar, og Ingilín Didriksen Strøm vil tí eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum um sóttarhald, um hann framvegis ikki er koppsettur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Oman fyri tríggjar milliónir komu inn Stuðulin sum varð latin til innsavningartiltakið hjá Kris og Sinnisbata kom upp á 3,2 milliónir Sára Jógvansdóttir og Tórður Mikkelsen vóru vertir (Skíggjamynd: Kvf) SkrivaÐ: Sverri Egholm 3.265. 834 krónur. So nógv varð savnað inn leygarkvøldið, tá Kringvarpið í samstarvi við Kris og Sinnisbata, skipaði fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum. Tað gekk kanska heldur striltið í byjanini av sendingini, men so kom glið á, og at enda kom talið upp um tríggjar milliónir. Øll sum stuðlaðu vóru við í lutakastinum um ein Kia Ceed bil frá Bilrøkt, og hepni vinnarin gjørdist Jórun Wolles av Eiði. Tá "Føroyar móti Krabba" var í mars mánaði eydnaðist at savna beint yvir seks milliónir inn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021 Enn ein heiður til Koks Er millum mest burðardyggu matstovurnar í Norðurlondum, sambært 360° Eat Guide SkrivaÐ: Matstovan Koks hevur vunnið sær enn eitt skelti at hanga upp á bróstið sum prógv fyri, at talan er um eina av mest serstøku matstovunum í Norðurlondum. Mánadagin fekk Johannes Jensen, stjóri fyri Gist & Vist, handað eitt lítið hvítt skelti við trimum grønum rundingum á. Hetta sum prógv fyri, at Koks er millum tær mest burðardyggu matstovurnar í Norðurlondum. Tað er matguidin, ið kallast 360° Eat Guide, sum handaði hetta prógvið. Umframt Koks í Føroyum, fingu eisini níggju aðrar matstovur úr Danmark, Svøríki og Finlandi eitt líknandi skelti. Men stigagevingin fyri at fáa henda heiður vísir, at Koks er tann næstbesta matstovan í Norðurlondum á hesum økinum. Bara heimskenda matstovan Oaxen í Svøríki fær betri karakter, Oaxen fær 92 út av 100 møguligum stigum–Koks fær 91. Handanin fór fram á matstovuni á Fotografiska savninum í Stockholm. Umframt at kjósa hesar burðardyggu matstovurnar, vóru eisini aðrar handanir. Ársins slóðari, 360° Pioneer 2021, gjørdist kendi danski kokkurin, Rasmus Kofod, Geranium í Keypmannahavn. Ársins fiskamatstova, 360° Seafood 2021: Under í Lindesnes í Suðurnoregi. Tað er henda matstovan, ið liggur 4,5 metrar undir sjóvarmálanum. Ársins upplivilsi, 360° Experience 2021, Swedish Country Living, Köpmannebro í Svøríki, ein matstova, ið liggur langt úti í skóginum í Svøríki. Johannes Jensen, Gist & Vist, uttast til høgru Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 13 Bakkarfrost: 71 milliónir í rakstrarúrsliti í triðja ársfjórðingi Aligeirin og liðugtvøruframleiðslan góvu 146,2 milliónir. Hinvegin eru avbjóðingar í Skotlandi Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing í ár var 70,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21.900 tons, harav 14.900 tons vórðu tikin í Føroyum og 6.900 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 111,2 milliónir krónur. 131,3 milliónir eftir skatt Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 131,3 milliónir krónur í mun til 176,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyrstu níggju mánaðirnar 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt var 967,2 milliónir krónur í mun til 500,5 milliónir sama tíðarskeið í 2020. Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:-Úrslitið í hesum ársfjórðinginum gjørdist væl slakari enn væntað. Tilvitað framskundað tøka av laksinum á A 72 Haraldsundi fyri at fáa felags brakklegging við A 73 Viðareiði, viðførdi munandi lægri miðalvekt og virði á tikna fiskinum. Átakið var fyri at optimera lívfrøðislig og veteriner viðurskifti og betra raksturin á hesum aliøkjum framyvir. -Harafturat var óheppið, at tað tók longur tíð enn ætlað at fáa MS Martin kláran aftur at fara undir lúsaviðger aftan á umbyggingina í vár. Martin er okkara álit tá tað kemur til mekaniska lúsaviðgerð, og í vár gjørdu vit av at seta nýggja framkomna lúsaviðgerartøkni umborð. Í lúsastrategi okkara leggja vit stóran dent á at fyribyrgja lúsatrupulleikar við at halda lúsatølunum niðri. Við tað at hetta dróg út, bleiv lúsaviðgerin truplari og tað viðførdi størri felli enn vanligt. Pinkuhvalspýggj ein avbjóðing í Skotlandi-Í Skotlandi hava vit havt sera stórar avbjóðingar á nøkrum aliøkjum. Avbjóðingar hava verið við niðursettari táknuheilsu, ið saman við øðrum stórum stimum av pinkuhvalspýggjum, hevur viðført sera stórt felli. Tí kom tað væl við, at vit í septembur kundu senda nýggja tænastuskip okkara, Bakkanes, til Skotlands at hjálpa at viðgera fiskin. -Okkara stóru íløguætlan fyri Skotland fer sum frá líður at minka munandi um lívfrøðisliga váðan bæði við fyribyrgjandi kapasiteti at styrkja táknuheilsuna við meir kapasiteti til feskvatnviðgerð longu komandi ár og so hvørt sum nýggju smoltstøðir okkara fara at framleiða stór smolt. Hettar verður ein kolvelting fyri virksemið okkara í Skotlandi, men tað fer at taka nøkur ár áðrenn vit eru á mál við neyðugu íløgunum. -Marknaðurin er enn nakað merktur av koronafarsóttini, men er batnaður munandi. Samanborið við triðja ársfjóðring í fjør øktist samlaða útboðið av laksi í ár 7 prosent, samstundis sum laksaprísurin hækkaði 14 prosent. Bakkafrost hevur í hesum ársfjórðinginum aftur økt um søluna til matstovuvinnuna, hagar 65 prosent av tøkuni í Føroyum varð seld. -Í septembur kunngjørdu vit umfatandi íløguætlan fyri árini 2022-2026. Hesi komandi fimm árini ætla vit at gera íløgur fyri í alt 6,2 milliardir krónur í Føroyum og Skotlandi. Endamálið er at minka um váðan, betra effektivitetin og skapa burðardyggan vøkstur. Íløgurnar fara at skapa nógv arbeiði í útjaðaranum bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 29 ára gamli John Michal ríkisgóðkendur grannskoðari Ivaleyst er hann ein av teimum yngstu, sigur Januar, har John Michal nú verður partaeigari (Mynd: Januar) SkrivaÐ: Mánadagin 8. november stóð 29 ára gamli John Michal Petersen royndina sum statsautoriseret revisor–ríkisgóðkendur grannskoðari–og er hann ivaleyst ein av yngstu ríkisgóðkendu grannskoraðunum, skrivar grannskoðanarvirkið Januar í tíðindaskrivi. John Michal kom í læru hjá Januar í 2008, og hevur hann tikið útbúgvingarnar HD-R og cand. merc. aud. samstudis, sum hann hevur arbeitt fulla tíð. John Michal hevur verið við til at grannskoða bæði smáar og stórar kundar hjá virkinum. Seinastu fimm árini hevur John Michal sitið í góðskubólkinum hjá Januar, sum tekur sær av at dagføra og menna góðskustýringarskipanina. John Michal verður nú partaeigari í Januar, har fimm aðrir ríkisgóðkendir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Kvívík: Nú verður skúlin eisini hitaður við grønari orku Seinasta mánaðin hevur skúlin verið hitaður við orku frá vatnmylluni–hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin sostatt onga olju nýtt í hesum tíðarskeiðnum (Mynd: Kvívíkar kommuna) SkrivaÐ: Tað er eitt ár síðan, at vatnmyllan í Kvívík varð tikin í nýtslu, og dagstovnurin Áarlon hevur frá byrjan verið hitaður við orku frá vatnmylluni, og fyri einum mánaða síðani, 4. oktober 2021, varð skúlin í bygdini so eisini knýttur at mylluni. Seinasta mánaðin hevur skúlin sostatt verið hitaður við grønari orku. Hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin onga olju nýtt henda mánaðin, skrivar Kvívíkar kommuna. Seinasta árið hevur oljunýtslan í Áarlon verið umleið 2/3 lægri enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av, at myllan ikki hevur koyrt optimalt seinasta vetur, tí lítið av vatni var í ánni og frost órógvaði. Vatnorkuætlanin hjá Kvívíkar kommunu er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil. Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári, skrivar kommunan. –Tá ið tað er liðugt, hava vit tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða meira støðugt. Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði kommunan, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021 Dygdargott samstarv um undirvísing av útlendingum Samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum, og týsdagin varð avtalan undirskrivað av borgarstjórunum í Tórshavnar, Vága, og Sørvágs kommunu Týsdagin varð samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu, Sørvágs kommunu og Vága kommunu, undirskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, og av Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu. Talan er um eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum. Áhugin er samstundis vaksandi fyri líknandi depilssamstarvi aðrastaðni í landinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna. Í nógv ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini, og hevur hetta fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið. Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, sum tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v. m. Talan er um undirvísing, nevnd“ Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3”. Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir at skipa hesa undirvísing, og var tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið. Ætlanin er at royna skipanina í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv. Ein stórur partur av útlendingunum í Vágum starvast hjá Hiddenfjord, og hesi høvdu neyvan komið til Havnar í skúla, men við eini góðari avtalu um at tillaga undirvísing og arbeiðstíðir, so eru 15 á skúlabonki nú, og eftir ársskiftið verða tveir flokkar við tilsamans 35 næmingum, skrivar Tórshavnar kommuna. Undirvíst verður í Sørvágs skúla. Lærarar eru Bjarni Steintún og Petra Olsen, sum eisini er samskipari. Frá vinstru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna mentamálaráðið Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Roar deildarleiðari á nýggju umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Hann hevur eisini drúgvar royndir innan umhvørvisøkið (Mynd: Tórshavnar kommuna) SkrivaÐ: Roar Heini Olsen byrjaði herfyri sum leiðari á nýggju umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu. Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Harumframt hevur hann eftirútbúgving innan leiðslu og løgfrøði. Roar hevur drúgvar royndir innan umhvørvisøkið, m. a. sum Umhvørvisleiðari í Afdeling for Natur og Bæredygtighed, Forvaltning for Anlæg & Miljø, Kommuneqarfik Sermersooq, Grønland. Hann hevur verið rakstrarleiðari hjá IRF, og í Grønlandi varaði hann av brennistøðini í Nuuk. Av ti sama hevur hann sera góða vitan um arbeiðsøkið hjá Brennistøðini. Roar hevur sum heild gott innlit á flestu tættir av arbeiðinum á umhvørvisdeildini og harafturat gott løgfrøðiligt og fyrisitingarligt innlit, skrivar Tórshavnar kommuna. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 18 Leygardagur 13. november 2021 Brenna tálg í staðin fyri olju Stuðulsgrunnurin hjá Nema hevur latið fyrstu Endurkeyp Gávuna til verkætlanina Tálgaverk SkrivaÐ: Tíðindaskriv Stuðulsgrunnurin hjá Nema hevur latið fyrstu Endurkeyp Gávuna á 30.000 krónur til verkætlanina Tálgaverk fyri teirra miðvísa arbeiði fram ímóti einum betri føroyskum umhvørvi. Tilnevningarnar hava verið bæði nógvar og góðar til hetta fyrsta umfarið av Endurkeyp Gávuni. Dómsnevndin hevur tó eftir gjølla viðgerð valt at stuðlað Tálgaverk, sum hevur megnað at fingið ung sum eldri at savnast um at framleiða kertiljós úr einum tilfeingi, sum annars hevði verið beint burtur. -Tálgaverk hevur á ein nýskapandi, kveikjandi og savnandi hátt víst, hvussu tálg kann gagnnýtast og virðisøkjast, sigur Súsanna Berg, dómsnevndarlimur. -Eldsálirnar aftanfyri Tálgaverk hava víst, hvussu gomul mentan og siðvenja kunnu fáa pláss í okkara nýmótans samfelagi og gerast partur av okkara stremban eftir at gerast meira burðardygg og sjálvbjargin. Tálg er ein lætt atkomulig og staðbundin rávøra, men stórar mongdir enda tíverri sum burturkast, og leggja sostatt eisini stórt trýst á bæði kommunal umhvørvispláss og brennistøðir, sum mugu brúka nógva eyka orku til burturbeining. Søgan um Tálgaverk Tálgaverk er ein umhvørvisvinarlig verkætlan, sum í stuttum snýr seg um at brenna tálg ístaðin fyri olju á nýggjárinum. Verkætlanin varð av fyrstantíð løgd fram á umhvørvisvikuni í Vága Kommunu á sumri í 2020. Undirtøkan var sera góð, og kommunan valdi at stuðla verkætlanini við bæði hølum og peningi til útgerð. Tálgaverk fór so av bakkastokki longu á heysti sama ár. Miðað var fyrst eftir at hava um 400 blikk klár til nýggjárið, men tá nærum eitt tons av tálg var latin teimum, var úrslitið nærri teimum 1000 blikkunum. Takkað verið teimum kvinnuligu eldsálunum úr Sandavági og Miðvági, sum í oktober og november valdu at seta nakrar tímar av um vikuna til hugnaligu“ Tálgaverkstovurnar”. Har riggaðu tær blikkini til og gjørdu veikir úr bummull. Síðan varð tálgin malin, smeltað og stoytt niður í blikkini. Av tí at verkætlanin eydnaðist so væl í 2020, varð avgjørt at endurtaka hana í ár, og samstundis enntá at royna at økja um móttøkuna av tálg og harvið eisini talið av blikkum. Endurkeyp Gávan Endurkeyp Gávan varð sett á stovn í 2020 fyri at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum, og verður hon eftir ætlan latin á hvørjum ári. Grunnurin verður fíggjaður av teimum brúktu elektronisku lutunum, sum fólk lata inn til Nema Endurkeyp, fyri at hesir síðan verða endurnýttir ella burturbeindir á burðardyggan hátt. Harafturat letur Nema eisini Endurkeyp Gávuni allan peningin frá søluni av plastposum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Fara at kanna heilsustøðuna hjá eldru pensjónistum Landsfelag Pensjónista hevur tikið stig til kanningina–spurnarblað varð mikudagin sent út til 2.000 tilvildarliga útvaldar borgarar í aldursbólkinum, og hava tey fýra vikur at svara SkrivaÐ: Landsfelag Pensjónista er í vikuni farið undir eina kanning fyri at vita, hvussu okkara eldru pensjónistar hava tað, hvussu gerandisdagur teirra er, og hvat teir ynskja broytt. Í fjør vár fekk Landsfelag Pensjónista fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum til eina heilt serliga verkætlan. Verkætlanin er ein kanning, ið snýr seg um, hvussu okkara eldru, ið eru 75 ár og eldri, hava tað, herundir heilsustøða og gerandisdagur. Verkætlanin eitur” Heilsustøðan hjá teimum eldru 75 + í Føroyum”. Til at taka sær av verkætlanini hevur Landsfelag Pensjónista fingið Mariu Skaalum Petersen, granskara, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya, og Lailu Hentze, stjóra á Gallup Føroyum, at standa fyri arbeiðinum. Landsfelag Pensjónista fór undir fyrireikingar til verkætlanina á vári í fjør, men so kom korona, og varð avhørt at bíða við verkætlanini. –Sera óheppið var hjá okkum í Landsfelag Pensjónista, at júst tá vit fóru undir fyrireikingarnar til verkætlanina á vári 2020, brast herviliga korona-ódnin á alt samfelag okkara. Hetta gjørdi, at vit gjørdu av at bíða við verkætlanini, skrivar felagið í tíðinaskrivi. –Mikudagin 10. november varð spurnarblað sent út til 2.000 tilvildarligar útvaldar borgararar í aldrinum 75 + í øllum landinum. Hvørji tey eru, ið fáa spurnarbløðini, vita vit í Landsfelag Pensjónista ikki, tí nøvnini hevur Landsfólkayvirlitið funnið tilvildarliga fram og latið Gallup Føroyum, ið stendur fyri kanningini. Alt tilfarið verður viðgjørt í trúnaði. –Spyrt tú ein pensjónist, hvussu hann/hon hevur tað, er svarið ofta: Gott ella hampiligt. Sjáldan fer viðkomandi nærri inn á, hvussu støðan í veruleikanum er. Við eini slíkari kanning sum hesari kunnu vit fáa vitan og neyvari ábendingar, um tað t. d. eru umstøður hjá okkara eldru, sum vit sum Landsfelag eiga at arbeiða fyri. -Endamálið hjá Landsfelag Pensjónista við verkætlanini er, at vit vilja vita, hvussu heilsustøðan og gerandisdagurin hjá okkara eldru borgarum í aldrinum 75 + er. Somuleiðis er endamálið at fáa ábendingar um umstøður, sum eiga at stuðlast víðari, skrivar felagið. –Sum málgagn fyri pensjónistar hava vit tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti okkara við landsmyndugleikar og kommunur. Nógvir yngri pensjónistar upp til 75 ár eru lutfalsliga betur fyri enn teir eldru. Tí hevði ein kanning, um hon eisini fevndi um allar pensjónistar, givið okkum eina heldur skeiklaga mynd av heilsustøðuni og gerandisdegnum hjá eldru pensjónistunum. Brøv eru send við postinum við kunning um spurningarnar og einari leinkju og loyniorði, sum skal nýtast fyri at svara á netinum umvegis teldu, iPad ella fartelefon. Men av tí at neyvan allir pensjónistar í aldrinum 75 + hava teldu ella iPad og ikki brúka slíkt talgilt amboð, hevði Landsfelag Pensjónista verið fegið, um onkur av teim nærmastu høvdu viljað rætt pensjónistunum eina hjálpandi hond við at svara spurningunum talgilt, sigur felagið. Men ber hetta ikki til, hevur Gallup Føroyar, ið tekur sær av at savna tilfarið saman, átikið sær at seta seg í samband við ein part av teimum, sum ikki svara talgilt, til taið á svarum er nøktandi. Tað er tí ikki vist, at øll verða ringt upp, og er tí best at svara talgilt. Samlaðu svarini tekur Maria Skaalum Petersen sær av, og letur Landsfelag Pensjónista endaliga úrslitið. Úrslitini verða roknað saman og almannakunngjørd sum samlað úrslit. Freistin at lata inn svaraðu spurningunum er fýra vikur. Landsfelag Pensjónista heitir á øll um at svara, soleiðis at úrslitið verður so breitt og eftirfarandi sum gjørligt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Lýsing av støðuni hjá eldri føroyingum í koronutíðini Ein grein um hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Lívsgóðskan sum heild var eitt vet verri undir koronatíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga SkrivaÐ: Tíðindaskriv Ein grein um hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Greinin kallast:” The Faroese Septuagenarians cohort: A comparison of well-being before and during the covid-19 pandemic among older home-dwelling Faroese”. Høvundarnir eru Eina H. Eliasen, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum. Kanningin samanber einsemi, sjálvsmetta heilsustøðu og lívsgóðsku undir koronatíðini við, hvussu støðan var í 2018, áðrenn korona hjá, heimabúgvandi føroyingum í áttatiárunum. Úrslitini vísa, at einsemið hækkaði, og fleiri eldri mettu heilsustøðuna at vera verri samanborið við undanfarna ár. Lívsgóðskan sum heild var eitt vet verri undir koronatíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga. Hinvegin vístu úrslitini heldur óvæntað, at lívsgóðskan á sálarliga økinum og í umhvørvinum hækkaði eins og sosialu viðurskiftini, við tað at tey eldru søgdu seg vera sera nøgd við stuðul og hjálp frá familju og vinum undir koronatíðini. Granskingin, sum er almannakunngjørd í greinini er stuðlað av covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Kommunurnar seta upp kanningarstøð í Vágum Møguligt verður hjá vágafólki at verða kannað á havnarlagnum í Miðvági–í fyrstu atløgu verður kannað tríggjar dagar um vikuna í tríggjar vikur SkrivaÐ: Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta upp eina kanningarstøð fyri covid-19 í Vágum. Hetta er eftir ynski frá borgarum í Vágum, sum hava brúkt nógva orku og tíð at skula av oynni til kanningar í Havn ella aðrastaðni í landinum. Í samráð og við ráðgeving frá Sjúkrahúsverk Føroya, hevur Vága kommuna átikið sær uppgávuna at standa fyri eini kanningarstøð í Vágum. Kommunan hevur sett fólk at samskipa tíðir, pota, skráseta, skaffa verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja kanning og til at senda royndirnar til greiningar. -Hetta er møguligt, tí vit eru signaði við dugnaligum fólki í kommununi, sum hava førleikarnar og kunnu átaka sær uppgávuna, skrivar kommunan í tíðindaskrivi. Í fyrsta umfari, átaka Vága kommuna og Sørvágs kommuna á seg allar útreiðslurnar av kanningarstøðini. Eftir góðu royndina frá sunnumorgninum, tá umleið 500 fólk lótu seg kanna á brandstøðini inni á keiini, varð mett, at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kannað verður nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið. Fyribils verður eftir ætlan kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við fyrivarni av, at støðan kann broytast og eftir hvør tørvurin verður. Eins og sunnudagin verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági. -Vónandi fer hetta at lætta um hjá okkara borgarum, so ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri covid-19, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Fara at gera ætlan fyri ferðavinnuna í Fuglafirði Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri at fáa orðað ein ferðavinnupolitikk og saman við Kunningarstovuni í Fuglafirði at fáa eina menningarstrategi fyri ferðavinnuna í økinum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í 2019 setti vitjunartalið met, eisini í Fuglafirði, og áhugin fyri at skipa fyri upplivingum er vaksin. Tí er neyðugt at skipa økið, soleiðis at ferðavinnan kann vera eitt gagnligt ískoyti til frama fyri fólk og vinnulív. Kommunan hevur tískil søkt eftir verkætlanarleiðara at greina økið og gera eina menningarætlan. Fuglafjørður er størsti sjálvstøðugi býur í Eysturoy, og hevur nógv ymiskt at bjóða ferðandi. Eftirspurningurin eftir gisting er stórur, bæði frá teimum vitjandi summarhálvuna, men eisini í sambandi við tiltøk og vinnu vetrarhálvuna–og kortini eru gistingarmøguleikarnir sera fáir. Hetta er eitt øki, sum kann mennast rættiliga nógv, eins og maritim ferðavinna og upplivingar á fjørðinum eru áhugaverd. Endamálið við verkætlanini er at menna ferðavinnu og møguleikar í kommununi, á havnini, millum íbúgvar og ymiskar aktørar. Samtíðis er neyðugt at tryggja, at ferðavinnan her verður burðardygg, er góð fyri okkara øki og er stýrd av einum skilagóðum ferðavinnupolitikki og eini menningarætlan, sum fær stuðul frá øllum áhugaðum aktørum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Ráðstevna um gongd í haga í Norðurlondum í komandi viku Hagafelagið skipar týsdagin fyri ráðstevnu um gongd í haga í Norðurlondum. Endamálið er at stimbra til upplýst kjak um, hvussu økið skal skipast í Føroyum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Hvussu er gongd í haga skipað í Norðurlondum? Hvørja ávirkan hava ognarviðurskifti á atgongdina til náttúruna? Hvørjar skyldur og avmarkingar eru í alramannarættinum? Millum annað hesi evni eru á skránni, tá Hagafelag Føroya týsdagin 16. november skipar fyri ráðstevnuni” Gongd í haga í Norðurlondum”. Ráðstevnan verður í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn og er frá kl. 13-17. Endamálið við ráðstevnuni er at geva føroyingum høvi til at kunna seg um, hvussu gongd í haga er skipað í okkara grannalondum og stimbra til eitt upplýst kjak um, hvørja loysn vit ynskja í Føroyum. Skráin er hendan: kl. 13.00 Magnus Rasmusen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setir ráðstevnuna kl. 13.15 Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum bjóðar vælkomin kl. 13.20 Håvard Steinsholt, lektari við Institutt for eiendom og juss á Norges miljø- og biovitenskapelige universitet:” Fri ferdsel; praktisk-juridiske perspektiver på allemannsrett-med norsk utgangspunkt”. kl. 14.50 Siri Meland og Bente Lier, Norsk Friluftsliv: Allemannsretten og friluftslivet i Norge. Kl. 15.15 Rasmus Schou Christensen, Friluftsrådet (DK):’ Friluftsliv i Danmark–som politisk aktør og om adgang til naturen’. Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Neyðugt er at hava koronupass ella líknandi skjalprógv við, ella negativa koronutest, ið ikki er eldri enn 48 tímar, fyri at luttaka á ráðstevnuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 24 Birita kom á Havnina mikudagin Birita er nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum Mynd: Fishfacts. fo SkrivaÐ: Kiran Jóanesarson Mikudagin kom nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum á Havnina. Talan er um uppsjóvarskipið Biritu, sum er keypt úr Norra fyri 65 milliónir krónur. Skipið fær heimstað í Tórshavn. Tað hevur verið buldrasligt at siglt til Føroyar, men skipið er gott, og eigarin letur sera væl at nýggja skipinum, sum er bygt í 2000, men tó í sera góðum standi. -Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, hevur Birgir Lützen áður sagt í samrøu við Portalin. Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen. Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling. Birita fer væntandi til fiskiskap í komandi viku. Mynd: Fishfacts. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 25 Rókur og Lerkur seldir til Fraklands Skipini eru farin upp til Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) SkrivaÐ: Føroyska Sjómansmissiónin Týsdagin varð endaliga sølan av trolarunum Róki og Lerki hjá Faroe Origin í Runavík avgreidd. Teir eru seldir til felagið Euro Nord í Boulogne í Fraklandi. Skipini eru farin upp á Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar. Tað arbeiði verður liðugt um mánaðarskiftið januar/februar. Sum skilst, skulu skipini fiska við tveimum trolum hvørt eftir botnfiski í Norðsjónum og landa í Hanstholm. Føroyingar vera skiparar og maskinmenn á báðum skipunum. Rókur er smíðaður í 2000 og Lerkur í 1999 hjá Karstensen úr Skagen. Skipini vórðu keypt til Føroya í 2007 av Faroe Seafood. Síðstu árini hevur Faroe Origin í Runavík átt skipini. -Tað eru fleiri grundir fyri søluni. Skipini hava verið tung í rakstri øll árini, og so hevurupsafiskiskapurin verið smáligur leingi. Harafturat mangla vit fiskidagar til skipini hjá okkum, og eru tí noyddir at keypa dagar. Tá fiskiskapurin er smáligur, er dýrt at keypa dagar, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin. -Vit hava Bak, Stelk, Heyk og Falk; og nú hava vit nógv mikið av døgum. So fáa vit at síggja, hvussu verður við fiskiskapinum, og um vit kunnu fáa fleiri dagar. Hendir tað, ja, so er kanska grundarlag fyri einum pari afturat, sigur Ingi Hansen. (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)-Sum skilst, so fáa vit maskinmenn møguleika at halda fram í nýggja reiðarínum. Men nú eg havi fylt 70 ár, tími eg ikki at royna nýggjar leiðir, so tann møguleikan skulu aðrir fáa, sigur Sjúrður Christiansen, sum hevur siglt við Róki. -Eg fari at royna eina tíð, so fái eg at síggja, hvussu verður. Mær dámar væl umborð her, og tað er altíð skjótt at fara í land, sigur 69 ára gamli, Jákup Henriksen, sum eisini hevur siglt við Róki. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Reyði Krossur sendir starvsfólk og hálvaaðru millión út í heim Sanna Nolsøe Djurhuus skal komandi árið arbeiða fyri Reyða Kross í Malavi, sum eisini fær 775.000 krónur frá felagsskapinum. Umframt hetta letur Reyði Krossur eisini 775.000 krónur til hjálparátøk í Jemen (Mynd: Reyði Krossur) SkrivaÐ: Í vikuni verður Sanna Nolsøe Djurhuus send til Malavi at arbeiða við hjálparátøkum. Har fer hon sum umboð fyri Reyða Kross Føroya at arbeiða við ávaringarskipanini Forecastbased Action (FbA) komandi 12 mánaðirnar. Hesum boðar Reyði Krossur frá í tíðinaskrivi. Umframt hetta letur Reyði Krossur Føroya eisini 775.000 krónur til verkætlanir í Malavi. –Umframt at teljast millum heimsins fátækastu lond, er Malavi eisini ímillum tey londini, ið hevur verið harðast rakt av veðurlagskreppuni. Serliga stórur er vandin fyri vatnflóðum. Tí hevur Reyði Krossur síðani 2017 arbeitt við FbA ávaringarskipanini, sum Sanna eisini kemur at arbeiða við, skrivar Reyði Krossur. –FbA nýtir nýmótans tøkni, veðurfrøði og váðalýsingar til at spáa um kreppur í framtíðini. Endamálið við skipanini er at minka um avleiðingarnar av, eitt nú, vatnflóð í Malavi. Sanna fer millum annað at arbeiða við at menna FbA skipanina, og at stuðla undir arbeiðið at savna inn viðkomandi kunning og dátur, soleiðis at tað er møguligt at seta tiltøk í verk áðrenn vanlukkan rakar. Hetta kann til dømis hjálpa við at tryggja matframleiðsluna í landinum, syrgja fyri, at akurin verður skorin tíðliga, at djór verða flutt o. l. FbA virkar eisini fyri, at mest viðkvæmu samfelagsbólkarnir fáa hjálp áðrenn og undir einari kreppu. Reyði Krossur boðar eisini frá, at 775.000 krónur afturat verða latnar til hjálaprátøk í Jemen, sum í fleiri ár hevur verið rakt av bæði ógvusligum ósemjum og náttúruskaptum vanlukkum. –Vápnaða stríðið í Jemen, sum nú herjar á sætta ári, hevur lagt stein oman á byrðu, og talan er nú um størstu humaniteru kreppuna í heiminum. Nærum fýra milliónir borgarar eru noyddir frá húsi og heimi, meðan tveir triðingar av fólkinum líða hungursneyð og grundleggjandi tænastur eru, so gott sum, ikki til. Sjúkrahús og heilsudeplar eru antin løgd í oyði av krígnum ella eru tey sera álvarsliga undirfíggjað. Reyði Krossur arbeiðir ótroyttiliga við at betra um heilsutænastur, og at veita mat og gerandisvørur til so nógv neyðstødd, sum gjørligt. Stuðulin frá Reyða Krossi til Jemen fer eitt nú til at betra um heilsutænastur í landinum, harímillum umvæling av hølum og veitan av heilivági og útgerð, til at upplæra lokal sjálvboðin í at veita sálarligan stuðul til børn og vaksin, og til at stuðla undir og fíggja verkætlanir, sum eru neyðugar, og geva meining fyri lokalsamfeløg tvørturum landið, sum at førleikamenna fólk í nærumhvørvinum at byggja og umvæla vatnbrunnar og skúlar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Bjargaður eftir 57 tímar í djúpari holu Ein áhaldsin holugranskari var í gjár bjargaður úr eini holu í Wales Bjargingarfólkini høvdu truplar umstøður at arbeiða í (Mynd: BBC) SkrivaÐ: Ein maður var mánadagin bjargaður eftir at hava verið fangaður í eini holu í sunnara parti av Wales í meira enn tveir dagar. BBC skrivar, at maðurin varð heysaður upp í eini børu, og síðan koyrdur á sjúkrahús. Hann hevði fingið skaða, men var við gott mót, upplýsa myndugleikarnir. Sambært dpa-tíðindastovuni hevur maðurin brotið annað beinið, kjálkabeinið og fingið skaðar í ryggin. Umleið 250 fólk vóru við í bjargingararbeiðinum. Millum teirra vóru nakrir av servandu bjargingarmonnunum, sum í 2018 vóru við til at bjarga eitt fótbóltslið av ungum dreingjum úr eini vatnfyltari holu í Teilandi, skrivar BBC. Ein av bjargingarfólkunum upplýsti fyri BBC, at maðurin er ein royndur holugranskari, sum er væl fyri. Hann var bara áhaldsin, og setti fótin skeivt. Sambært BBC hvarv maðurin í holuskipanini Ogof Ffynnon Ddu leygardagin. Hellið liggur í fjallaketuni Brecon Beacons, um 72 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Cardiff. Løgreglan varð fráboðað av einum øðrum holugranskara, sum var saman við manninum, tá hann traðkaði skeivt, og datt 15 metrar niður í holuna. Hareftir varð hann eisini raktur av fleiri rapandi steinum, skrivar Daily Mail. Fyri at fáa mannin upp, máttu bjargingarlið arbeiða upp á skift, tí hann skuldu fáast upp í børu. Holan er 275 metrar djúp, og ein tann djypsta í Evropa. Sambært Daily Mail tók tað bjargingarroyndin um 57 tímar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Danska Maersk og amerikanska Noble leggja saman Tey vera harvið heimsins størsta borifelag í virði SkrivaÐ: Tvey av stóru og kendu oljuborifeløgunum í heiminum, danska Maersk Drilling og amerikanski kappingarneytin, Noble Corp, hava gjørt av at leggja saman í eini avtalu, sum er verd 3,4 milliardir dollarar og verður harvið eitt av heimsins størstu offshore borifeløgum. Tað boðaðu feløgini frá í vikuni sambært orkuportalinum OEDigital. Nýggja samanlagda felagið fer væntandi at spara 125 milliónir dollarar um árið. Tað fer at virka víðari undir navninum Noble Corp og hava høvuðsstøð í Houston í Texas og fara partaeigararnir at eiga 50-50 prosent. Nýggja felagið fer at skapa eina leiðandi borifyritøku á altjóða støði, sum fer at standa sera sterkt fíggjarliga. Felagið fer at verða skrásett á virðisbrævamarknaðunum í New York og Keypmannahavn. Stjóri í felagnum verður núverandi stjórin í Noble, Robert Eifler. Felagið fer at halda fram við sínum nógva virksemi út frá Stavanger fyri harvið at kunna veita tær bestu og skjótastu tænasturnar til kundarnar í Norðsjónum og nærhendis. Roknað verður við uppsøgnum í sambandi við samanleggingina. Hóast hetta so fer møguleiki eisini at vera fyri at menna felagið uppá longri sikt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Kina og USA vilja samstarva um veðurlagstiltøk Og bretski forsætisráðharrin heitir á heimsins lond um at styrkja um tiltøkini móti veðurlagsbroytingum og hevur lagt fram uppskot til avtalu Boris Johnson, bretski forsætisráðharrin hevur lagt fram fyribils uppskot til avtalu á COP26 SkrivaÐ: Tað mundi koma sera óvart á luttakarnar á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, tá heimsins fremstu stórveldi, Kina og USA, mikudagin kunngjørdu, at londini hava gjørt avtalu um at samstarva um tiltøk, sum skulu steðga veðurlagsbroytingunum. Londini, sum standa fyri størsta útlátinum av vakstrarhúsgassum, hava í eina tíð tingast um, hvussu tey gjøgnum samstarv kunnu standa á odda fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Londini skulu taka stig til tiltøk, sum kunnu steðga upphitingini av jørðini í tráð við endamálið fyri bæði COP26 og undanfarnum veðurlagsráðstevnum, nevniliga at tryggja, at jørðin ikki verður heitari enn 1,5 stig í 2050. Tað eru teir báðir, John Kerry vegna USA og Xie Zhenhuga vegna Kina, sum í loyndum hava samráðst um, hvussu hesi leiðandi londini í heiminum kunnu ganga á odda og vísa eitt fyridømi fyri øll hini 200 londini, sum eru partur av COP26. John Kerry sigur, at samstarv er ein av fortreytunum fyri at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Hann vísti á COP26 á, at londini eru samd um at minka um metanútlátið, sum er eitt av herviligastu vakstrarhúsgasssunum. Flestu miðlar ruddaðu forsíðurnar, tá tíðindini bórust um samstarvið millum Kina og USA. Men enn veit eingin við vissu, hvat hetta stigið merkir og hvørji tiltøk tað fevnir um. Bæði londini viðurkenna, at tað, sum verður gjørt í dag til tess at steðga upphitingini, samsvarar ikki til málini frá Parísavtaluni í 2015. Og hetta hevur eisini bretski verturin Boris Johnson gjørt greitt, nú fáar dagar, áðrenn ráðstevnan endar. Veðurlagsráðstevnan er um at vera av og í dag gjørdi verturin Boris Johnson vegna Bretland greitt, at nógv er komið burtur úr hesar dagarnar, men enn tørvar nógv í at koma á mál. Tí heitti hann á allar heimsins tjóðir um at taka annað skinn um bak og seta í verk tiltøk, sum veruliga kunnu tryggja, at hitin á jørðini heldur seg undir 1,5 stig, sum avtalað í Paris. Boris Johnson sigur, at ein avtala er ávegis, men hon krevur, at londini binda seg til munandi niðurskurð í útlátinum. Krøvini til 2030 málini mugu styrkjast skal ein líkinda avtala koma burtur úr COP26. Bretland hevur í hesum sambandi gjørt eitt fyribils uppskot til avtalu, sum nú verður umrøtt. Slíkt uppskot ber í sær neyðsemjur í fleiri førum, nú tað hevur víst seg at vera torført at fáa fulla undirtøku fyri ymsu tiltøkunum á hesi ráðstevnuni. Men tað vil so vera ein týðandi byrjan fyri at koma víðari segði Boris Johnson. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Danir royna at steðga oljuframleiðslu Hóast Danmark á COP26 hevur stikið stig til at skipa samgongu av londum at steðga oljuleiting og framleiðslu, so fær stigið avmarkaða undirtøku. M. a. fer vertslandið Bretland ikki at taka undir við at áseta ein endadag fyri olju og gassi. Tíðin er ikki tann rætta at fara heilt burtur frá kolvetnum sigur talsmaður fyri stjórnina Danski veðurlagsráðharrin Dan Jørgensen vil hava heimsins lond at gevast við oljuvirksemi, men hann fær avmarkaða undirtøku SkrivaÐ: Spurningurin um kolvetni–steinrunnu brennievnini kol, olju og gass–hevur javnan verið frammi á veðurlagsstevnuni í Glasgow, men óvissa er um seinasta dagin á COP26, hvønn leiklut framleiðsla av kolvetnum fer at hava í endaligu avtaluni millum tey 197 luttakandi londini. Higartil hava heimsins størstu framleiðarar av olju, gassi og koli ikki viljað tikið undir við danska initiativinum. Hesir eru m. a. USA, Russland, Saudi Arabia og Kanada. Og Kina hevur boðað frá, at tað fer ikki at framskunda endaliga dagin fyri kolaframleiðslu, sum tað hevur ásett til 2060. Nakað, sum mong halda er alt ov leingi. Uppskotið um at áseta ein dato fyri at steðga framtíðar kolvetnisframleiðslu hevur skapt ikki sørt av tvídrátti, nú m. a. verstlandið Bretland hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at skriva undir avtaluuppskotið frá m. a. Danmark og sum annars enn bert fá lond hava tikið undir við. Tað eru Danmark og Costa Rica, sum hava tikið stig til at skipa eina samgongu av londum, sum vilja gevast við nýggjari oljuleiting, gevast við at byggja út nýggj olju- og gassfelt og haraftrat at áseta ein dag fyri, tá oljuframleiðsla er søga. Við nýggja felagsskapinum, "The Beyond Oil and Gas Alliance”, royna hesi bæði stigtakaralondini saman við eitt nú Fraklandi, Grikkalandi, Írlandi, Svøríki, Quibeck og Wales at fáa onnur lond til at taka undir við tiltkainum tvs. at taka stig til at forða fyri nýggjari oljuframleiðslu. Danmark gjørdi annars herfyri av við lóg at steðga nýggjari oljuleiting í Norðsjónum og at seta ein endadag fyri oljuframleiðslu til 2050. Í gjár tók so eisini Grønland undir við tiltakinum. Her kann so nevnast, at Føroyar ganga inn fyri at halda fram við oljuleiting. At vertslandið fyri COP26 Bretland við Boris Johnson, forsætisráðharra á odda, hevur gjørt greitt, at tað tekur ikki undir við danska útspælinum, tí hetta er ikki rætta tíðin til at fara heilt burtur frá olju og gassi, er ikki fallið í góða jørð hjá eitt nú mongum umhvørvisfelasskapum, sum halda, at Bretland sum vertsland fyri COP26 kann ikki loyva sær halda fram við framtíðar oljuleiting og framleiðslu. Teir vísa á, at avmarking av olju- og gassframleiðslu eigur at verða raðfest fremst skal tað eydnast at steðga altjóða upphitingini omanfyri 1,5 stig. Víst verður m. a. til útsøgn frá IEA, altjóða orkustovninum, at skulu vit røkka málinum frá Parísavtaluni um 1,5 hitastig, so eiga ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfeltum at fara fram. Men sum skilst stendur Bretland við sítt og vísir entá á, at landið gongur á odda fyri at minka um útlátið. -Eingin olju- og gassframleiðandi tjóð er farin so langt sum Bretland við stigvíst at stuðla tí grøna orkuskiftinum til eina framtíð við lágum útláti, segði ein umboðsmaður hjá Boris Johnson og helt fram:-Nú meðan bretski tørvurin á olju og gassi minkar, fer tað kortini at vera brúk fyri hesi brennievnum komandi mongu árini, um som tíð sum nýtslan av varandi orku verður ment. Bretland hevur sett sær fyri at vera klimaneutralt í 2050, og í mars í ár varð avgjørt at minka um útlátið frá olju og gassi úr Norðsjónum. Gevst Bretland við at gera íløgur í nýggjar kolvetnisframleiðslur, so fær tað álvarsligar avleiðingar. Verður steðgað alt ov knappliga við at minka um framleiðslua av kolvetni, tá fer at mangla orka og fer tað aftur at fáa avleiðingar fyri prísin. Bretska stjórnin hevur eisini í orðaskiftinum undan COP26 víst á, at landið fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verður einki sett ístaðin fyri goymslurnar, sum eru við at tømast, tá fer landið at vera tvungið til at økja um innflutningin av kolvetni úr øðrum londum, sum á ongan hátt livir upp til somu umhvørviskrøv sum bretska framleiðslan í Norðsjónum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Avstralia noktar at gevast við kolaframleiðslu Landið fer, uttan mun til hvat onnur lond gera, at halda fram við bæði kolaframleiðslu og nýtslu Kol hevur fingið nógva umrøðu á COP26 ráðstevnuni í Glasgow SkrivaÐ: Í farnu viku fegnaðust mong um útmeldingarnar um kolaorku, har fleiri lond á COP26 veðurlagsráðstevnuni søgdu seg vera fyri at avmarka og steðga framtíðar nýtslu av koli í orkuframleiðsluni. Men at orku- og veðurlagsmál eru ein torgreiddur spurningur gjørdist greitt, tá ein avstralskur ráðharri, eftir at mong lond høvdu samtykt at vilja minka um kolanýtsluna til orkuendamál, brádliga steig fram á pallin og kunngjørdi, at Avstralia hevur ongar ætlanir um at gevast við at bróta og selja kol til orkuframleiðslu. -Um nakar vil keypa kol frá okkum, so selja vit tað segði ráðharrin og lovaði samtíðis, at land hansara hevur ongar ætlanir um at stongja kolanám í bræði. Avstralia fer at halda fram við at selja og útflyta kol í fleiri ártíggju aftrat. Júst henda útsøgnin frá einum av heimsins størstu framleiðarum av koli vísir, hvussu torfør uppgávan er á veðurlagsstevnuni hjá ST í Skotlandi at fáa nóg ítøkiligar og bindandi samtyktir og ikki bara lyfti um at gevast við dálkandi orkuframleiðslu. Tá uppskot um so líðandi at minka um kolanýtsluna í orkuhøpi komandi árini varð frammi á COP26 í farnu viku noktaði Avstralia at atkvøða fyri. Heldur ikki Kina og USA vildu skriva undir. Annars hava 40 lond á COP26 sagt seg vilja skriva undir eina avtalu um at minka um kolanýtsluna til tess at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Londini hava í hesum sambandi sagt, at tey fara at arbeiða ímóti at gera íløgur í kolaorku í øðrum londum. Um somu tíð stendur Avstralia við uppá sítt. -Vit hava sagt tað týðuliga og greitt, at vit fara ikki at stongja kolanámini ella kolaorkuverkini, sigur avstralski ráðharrin fyri ráevni, Keith Pitt. Hann sigur, at avstralska kolið er nakað av tí besta í heiminum, tá hugsað verður um góðsku. Og verður ikki roynt at selja hetta, so verða tað aðrir, sum gera tað. -Eg síggi heldur, at tað er ein nógv betri kolagóðska frá okkum sjálvum, sum kann varðveita arbeiðspláss og menna búskapin heldur enn innflutt skitnari kol úr Indonesia ella Russlandi. Avstralia er í dag eitt av heimins størstu framleiðarum av koli. Umleið 300.000 fólk arbeiða í kolavinnuni í Australia. Landið er annars sera hart rakt av veðurlagsbroytingum, sum vísindafólk siga m. a. stava frá útláti frá kolanýtsluni. Útmeldingin frá Avstralia kemur um somu tíð sum danska stjórnin hevur avgjørt at seta 100 milliónir krónur í grunn, sum skal hjálpa menningarlondum í Asia at sleppa sær av við koli í síni orkuframleiðslu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Hørð kapping um vindmyllur Byggja tvær vindmylnulundir í Bretlandi–Siemens Gamesa væl fyri í kapping SkrivaÐ: Skjótt vaksandi áhugin fyri vindorku og støðugt vaksandi íløgurnar í vindorku kring allan heim, í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum, ger kappingina millum vindmylnuveitarar sera harða. Eitt nú liggja danir oftani framvið í hesi kapping við sínum heimskendu Vestas vindmyllum. Nú bendir nógv á, at tað verður eitt spanskt týskt felag, sum fær ein risasáttmála í Bretlandi í sambandi við tvær nýggjar vindorkulundir til havs í Norfolk í eystara partinum av Bretlandi. Tað er svenska fyritøkan Vattenfall, sum stendur fyri hesi verkætlanini og felagið ger nú greitt, at Siemens Gamesa liggur væl fyri í kappingini at fáa sáttmálarnar. Talan er um Norfolk Vanguard og Norfolk Boreas havparkirnar, sum tilsamans skulu framleiða 3,6 GW. Væntandi fer Siemens Gamesa at seta upp sína størstu vindmylnu nakrantíð og sum kann veita streym svarandi til 15MW. Hon er 236 metrar høg. Tær báðar vindmylnulundirnar fara at fevna um størsta vindorkuøki í heiminum. Tær fara at framleiða streym, sum er nóg mikið til tørvin hjá fýra milliónum húsarhaldum. Siemens Gamesa hevur í dag 1.800 vindmyllur til havs út fyri Bretland. Keldur: Siemens Gamesa og Søfart Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Kjarnorka alsamt størri áhuga Í sambandi við kjakið um veðurlagsbroytingar og royndirnar at minka um CO2 útlátið, hevur kjarnorkan fingið størri og størri umrøðu SkrivaÐ: Fleiri lond hyggja eftir møguleikanum at menna kjarnorkuna, sum í framtíðini kann avloysa eitt nú olju og gass, tá hesi eru við at ganga undan. Í Týsklandi, har tey nøkur ár herfyri eftir kjarnorkuvanlukkuna í Japan gjørdu av at stongja fleiri kjarnorkuverk, verður nú aftur tosað um kjarnorkuna sum røttu leiðina til tess at steðga veðurlagsbroytingunum. Í Fraklandi, har kjarnorkan stendur fyri nærum 80% av samlaðu orkuframleiðsluni, arbeiðir stjórnin miðvíst við at menna kjarnorkuna enn meira. Sambært Úvarpinum í morgun hevur franski forsetin gjørt greitt, at Frakland fer at raðfesta kjarnorkuna komandi árini fyri at minka um CO2 útlátið. Landið fer so eisini um somu tíð at gera íløgur í varandi grønar orkukeldur. Og hyggja vit so eftir, hvat hendir í føroyska orkukjakinum, so vísti fyrrverandi umhvørvis- og orkuráðharrin, Johan Dahl á í sendingini Breddin, at vit í Føroyum eiga eisini at taka kjarnorkuna við í kjakið um føroysku orkuframtíðina. Hann gjørdi greitt, at fleiri av tingfólkunum í Sambandsflokkinum hava avgjørt at fara til Danmarkar at fregnast um nýggjastu granskingina har við smærri kjarnorkureaktorum. Eisini í Bretlandi verður nú aftur tosað um kjarnorkuna. Har hevur ein kjarnorkuútbygging leingi verið eitt stríðsmál millum politikarar og umhvørvisfólk. Nú hevur so ídnaðarfyritøkan Rolls-Royce tryggjað sær fígging at menna kjarnorkuloysnir. Talan er um menning av tí sonevnda“ Rolls-Royce Small Modular Reactor (SMR)”, sum er næsta ættarlið av kjarnorkureaktorum. Skipað er eitt samstarv millum Rolls-Royce Group, BNF Resources UK og Exelon Generation, sum skal gera eina íløgu uppá 2,25 mia. kr. í eina verkætlan komandi trý árini. Henda ætlan er í tráð við politikkin hjá bretsku stjórnini og hevur Boris Johnson, forsætisráðharri raðfest hana sum part av framtíðar grønu ídnaðarkolveltingini. Kjarnorkuverkætlanin fer sambært stjóranum í Rolls Royce at skapa túsundatals arbeiðspláss. Nú verður kannað, hvørjar fyritøkur í Bretlandi kunnu vera við til at gera partar av kjarnorkuframtíðini. Roll Royce, sum hevur verið við til at menna kjarnorkureaktorar síðani í 50-unum, sær nógvar møguleikar í menningini av kjarnorkuni, sum kunnu vera berandi í grøna orkuskiftinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Ben van Beurden sigur, at Shell kann gerast CO2 neutralt í 2050, men tað hevur brúk fyri pengunum frá olju og gassi fyri at røkka hesum máli Ein av heimsins fremstu vinnulívsstjórum, Ben van Beurden hjá Shell, vil brúka inntøkur frá olju- og gassvirksemi til at fremja grøna orkuskiftið SkrivaÐ: Stjórin í eini av heimsins størstu vinnufyritøkum, Ben van Beurden í Shell, sigur í samrøðu við BBC, at skal Shell vera partur av grøna orkuskiftinum og røkka á mál við null útláti í 2050, og tað skal tað, so er neyðugt við inntøkunum frá tess olju- og gassframleiðslu. Shell hevur boðað frá, at tað umframt at varðveita sítt olju- og gassvirksemi, fer at leggja stóran dent á at fremja grøna orkuskiftið við t. d. at gera íløgur í nýggja grøna tøkni, vindorku, vetni og fangan og goymslu av CO2. -Men hetta kann bara lata seg gera, um tú hevur umstøður at gera arbeiðið og hevur tøkan pening til tess, sigur Shell stjórin og heldur fram:-Um vit skulu byggja eina vetnisverksmiðju nær við eina vindorkulund, sum vit longu hava bygt í Norðsjónum fyri eina mia. dollarar, so ber tað ikki til at gera tað við vetnisbúskapi sum grundarlag. Tað kann bert gerast við at brúka fígging frá okkara olju- og gassframleiðslu. -Vit fara at útbyggja Cambo oljukelduna, um myndugleikarnir geva loyvi sigur Shell stjórin. Fara at útbyggja Cambo um loyvi fæst Shell stjórin ger greitt, nú stórar mótmælisgongur á COP26 í Glasgow vilja steðga øllum olju-útbyggingum, at fyritøkan ætlar sær at útbyggja nýggjar oljukeldur sum eitt nú Cambo vestan fyri Hetland. Nú stríð hevur tikið seg upp um júst hesa oljukelduna sigur Shell stjórin, at tað er upp til bretsku stjórnina at taka avgerð um útbyggingina, men leggur aftrat, at tað gevur onga meining at steðga slíkari útbygging og harvið gera Bretland bundið at innflutningi av olju og gassi úr londum, sum ikki seta somu treytir til kolvetnisframleiðslu. Bretland fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong áratíggju aftrat. Tí gevur tað onga meining nú at gevast við framleiðsluni. -Hví siga, at vit skulu innflyta olju og gass úr útlandinum, sum hevur størri útlát enn at troyta okkara egna oljuframleiðslu! Tað fer hvørki at bøta um javnvágina ella minka um CO2 útlátið. Eingi olju-ella gassfeløg vóru við á COP26, har tey eftir øllum at døma vóru óynskt. Tó standa tey fyri skotum frá øllum síðum og ikki minst á gøtunum í Glasgow, har boðað er frá nýggjum mótmælisgongum. Tað sermerkta við hesum mótmælisgongum er nettupp tann sannroynd, at júst oljukeldan Cambo, stutt frá føroyska markinum, er at finna á nógvum av plakatunum, og verður nevnd í mongum av røðunum. Hon verður miðvíst brúkt sum jarnbrot hjá umhvørvisfelagsskapunum at seta kíla millum myndugleikar og vinnuna. Hvørvítt hetta fer at eydnast stendur enn ósvarað. Tað fáa vit kanska at vita eftir COP26 ella seinni. Finnast at Shell fyri at brúka meira til olju enn varandi orku Shell er so eitt av kolvetnisfyritøkunum, sum funnist verður at, eitt nú fyri at vilja brúka nógv meiri pening til útbygging av olju- og gassframleiðslu enn til menning av varandi orkukeldum. Shell kom serliga í brennidepulin, tá ein dómstólur í Niðurlondum, avgjørdi, at Shell skal minka um sítt útlát nógv skjótari enn tað annars hevur ætlanir um. Shell ætlar sær tó at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Viðmerkjarar siga, at Shell verður ikki ført at liva upp til null útlát í 2050, tí fyritøkan tvørturímóti er í ferð við at menna sítt olju- og gassvirkisemi. Hesum er Shell stjórin ósamdur við og sigur, at fyritøkan longu hevur minkað um útlátið við 17 prosent síðani 2016. Mótstøðufólk halda tó, at einasti háttur at fáa Shell at minka um sítt olju- og gassvirksemi, er at fáa partaeigarar at taka sínar pengar úr felagnum, men hesum ávara fíggjarstovnar móti. Annars skjeyt ein av partaeigarunum í felagnum upp herfyri, at Shell eigur at verða býtt upp í tvey feløg, annað við olju og hitt við varandi orkukeldum. Tað hevur stjórin víst aftur sum veruleikafjart. Oljukeldan Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum, er kanska tann í øllum heiminum í løtuni, sum varpað verður mest ljós á-her fyrst og fremst frá umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla øllum oljuvirksemi á COP26 í Glasgow. Shell, sum er partur av útbyggingini, sigur seg kortini fara at útbyggja hana, tí hon hevur týdning fyri framtíðar kolvtnisnýtsluna í Bretlandi. Góðkenning av hesi útbygging kann eisini fáa stóran týdning fyri royndirnar hjá landsstýrinum at skapa áhuga fyri nýggjari leiting á landgrunninum. Heimurin tørv á kolvetni leingi aftrat Hvussu tað enn verður roynt at steðga oljufeløgunum í sínum virksemi, so siga viðmerkjarar, eins og Shell stjórin, at heimurin fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong tíggjutals ár aftrat- og sleppa oljufeløgini ikki at halda fram við sínum virksemi, so kann heimurin fara at uppliva nógv størri orkukreppur enn hana, vit uppliva í løtuni við methøgum olju- og gassprísum. -Eg trúgvi sjálvur, at tað ber til at fremja grøna orkuskiftið, men tað krevur tilrættalegging, vit og skil og samstarv-at gera hetta rætt. Um tú vilt oyðileggja trúnna hjá fólki við at trýsta orkuprísir upp við at skapa trongar ella marknaðarbrek, so haldi eg, at politikarar missa góðkenning og stuðul í samfelagnum fyri, at hetta yvirhøvur ber til. Soleingi eftirspurningur er eftir kolvetni fer Shell ella onkur annar at veita hesi. Eftirspurningur kann ávirkast av eini stjórn við gularót ella stavi, feløg kunnu verða løgd undir trýst av fïggjarum, men tað vil ultimativt verða brúkaraatferð, sum avger, um heimurin kann røkka eitt net zero mál í 2050 sigur Shell stjórin í samrøðu við nógv virda BBC miðilin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021 COP27 verður í Egyptalandi Hósdagin varð kunngjørt, at næsti ST-veðurlagstoppfundurin verður í Sharm el-Sheikh Antonio Guterres, ST-aðalskrivari heldur røðu á COP26 SkrivaÐ: Í gjár endaði ársins ST-veðurlagstoppfundur, COP26, sum hevur verið í skotska býnum Glasgow seinastu tvær vikurnar. Og hósdagin varð kunngjørt, hvar næsti fundurin verður. Kunngjørt varð, at Egyptaland skal vera vertur fyri ST-veðurlagstoppfundinum COP27. Tað verður í Sharm el-Sheikh við Reyðahavið komandi ár. Eisini varð kunngjørt, at COP28 skal ganga fyri seg í Sameindu Arábisku Emiratunum, skrivar Ritzau. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Maðurin, sum gav Mandela frælsið, er deyður-85 ára gamal de Klerk var seinasti forsetin í apartheidsstýrinum í Suðurafrika, og herfyri andaðist hann eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð Frederik Willem de Klerk var forseti í Suðurafrika í árunum 1989 til 1994 (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Frederik Willem de Klerk, ið var síðsti forseti í apartheidsstýrinum í Suðurafrika, er deyður. Hann hevði seinastu mánaðirnar verið sjúkur við krabbameini, og svav hann stillisliga inn í heimi sínum í Cape Town, upplýsir grunnur hansara, The de Klerk Foundation, sambært Ritzau. De Klerk var forseti í Suðurafrika í árunum 1989 til 1994. Í 1993 fekk hann saman við Nelson Mandela friðarheiðursløn Nobels. Hana fingu teir fyri arbeiði teirra at avtaka apartheidsstýrið. Tað var eisini de Klerk, sum lat Mandela leysan, eftir at hann hevði sitið í fongsul í mong ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 37 Alilaksur deyður orsaka av algum í Írlandi Uppblómingin skyldast veðurlagsbroytingar, verður sagt SkrivaÐ: 80.000 laksar til eitt virði á minst 2,4 milliónir evrur, 18 milliónir krónur, eru deyðir orsaka av ógvusligari uppblóman av algum í útsynningspartinum av Írlandi. Veðurlagsbroytingar verða sagdar at vera orsøkin til uppblómingina, skrivar blaðið Irish Examiner. Tað er norska alifelagið Movi, sum eigur alibrúkini, ið eru rakt. Talan er um tvey brúk, Ahabeg og Roancarrig, sum bæði liggja í Bantry Bay. Fyritøkan sigur, at heitari sjóvur er orsøk til at algurnar hava blómað. Írska havrannsóknarstovan, MI, ávaraði longu í fjør um vandan av øktari alguútbreiðslu orsaka av veðurlagsbroytingunum. Eygleiðingar í økinum siga, at sjógvurin í fjørðinum er vorðin brúnligur á liti orsaka av phytoplankton. Movi Ireland upplýsir, at í alibrúkunum var laksur, sum skuldi verið slaktaður hesa vikuna, og útfluttur til Evropa. Tíðindini um laksadeyðan í Bantry fjørðinum komu fríggjadagin, nærum samstundis sum írska stjórnin kunngjørdi eina umfatandi ætlan fyri 125 milliardir evrur, sum skal minka um koltvíútlátið við 51 prosentum innan 2030. Tilburðurin verður nú kannaður nærri av Marine Institute, MI, skrivar Irish Examiner. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 38 Leygardagur 13. november 2021 Fýra nýggir astronautar út á ISS Alt gekk sum ætlað, tá Falcon 9-rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í nátt (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Fáar dagar eftir at fýra astronautar gjørdu eina væleydnaða jarðarlending út fyri strondina í Florida eftir at hava uppihildið seg úti í rúmdini í seks mánaðir, varð eitt nýtt lið av rúmdafólkum hósnáttina sent út til altjóða ISS rúmdarstøðina. Útsendingin hendi kl. 02.03 í nátt okkara tíð, og eydnaðist væl. Umborð eru tríggir amerikanarar frá NASA, Raja Chari, Tom Marshburn og Kayla Barron og ein týskari frá evropeiska rúmdarstovninum ESA, Matthias Maurer. Tey vórðu send út í einum SpaceX Crew Dragon rúmdarhylki, sett ovast á eina Falcon 9-rakett. Rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í Florida, og alt gekk eftir ætlan. Úti á ISS rúmdarstøðini bíða amerikanarin Mark Vande Hey og teir báðir russisku kosmonautarnir Anton Skhaperov og Pyotr Dubov eftir at fáa nýggjar starvsfelagar. Chari, Mashburn, Barron og Maurer skulu vera á rúmdarstøðini í eitt hálvt ár, har tey skulu gera vísundaligar kanningar, skrivar dr. dk. (Mynd: EPA) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Funnu nýtt slag av dinosauri í Grønlandi Leivdir, sum vórðu funnar í Eysturgrønlandi fyri 26 árum síðani, hava nú víst seg at vera frá einum higartil ókendum slagi av dinosauri Soleiðis sá høvdið á dinosaurinum út (Mynd: Sermitsiaq) SkrivaÐ: Í 1995 vórðu fornleivdir–tveir skøltar–av dinosaurum funnar í Eysturgrønlandi, og nú, 26 ár seinni, er staðfest, at talan er um eitt nýtt slag av dinosauri. Tá leivdirnar vórðu funnar, varð hildið, at talan var um eitt slag av plantuetandi evropeiskum dinosauri, plateosaurus, men so er ikki, hevur eitt altjóða granskaratoymi við granskarum úr Brasil, Portugal, Týsklandi, og Danmark, nú staðfest. Tað higartil ókenda slagið av dinosauri hevur fingið navnið'issi saaneq'. Navnið merkir "køld bein" og er givið til heiðurs fyri Grønland. Hesin dinosaururin gekk á jørðini fyri umleið 214 milliónum árum síðani, tá Eysturgrønland var partur av Noregi og Norðurevropeiska meginlandinum, skrivar Sermitsiaq. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021 Elias Magnusen høvuðsleiklut í enskum sangleiki Verður við í nýskrivaðum leiki saman við floksfeløgum í tónleikaskúlanum í Weston Elias Magnusen hevur spælt í fleiri føroyskum leikum. Her sum týskur generalur í leikinum "'alo'alo", sum leikbólkurin í losjuni Glotti framførdi í 2017 SkrivaÐ: Tíðindaskriv Føroyingurin, Elias Magnussen, ið gongur á 3. árið á enska tónleikaskúlanum Musical Theatre á University Centre Weston, hevur mannliga høvuðsleiklutin í einari uppseting av einum nýggjum Broadway sangleiki, kallaður“ Experience Marianas” Tað eru triðja árs næmingar á tónleikaskúlanum, sum fara at framføra sangleikin á Tropicana Weston Super Mare fyrst í desember. Elias Magnussen hevur spælt við í fleiri sangleikum, sjónleikum og kabarettum í Føroyum. Í“ Experience Marianas” spælir hann Dr. Davis Johnson. Sangurin er skrivaður av amerikanarunum Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeifer, og tey koma til Onglands at seta leikin upp saman við næmingunum á University Centre Weston–Academy of Performing Arts. Leikurin er ein orkufull, svørt komeda, ið roynir at kanna, hvussu fólk royna at fáa vald yvir øðrum fólkum, við at brúka ymiskar valdsskipanir, og hvussu tey finna teirra samleika, innan hesar. Rithøvundurin Sarah Beth Pfeifer greiður frá:“ Experience Marianas er ein spennandi verkætlan, ið vit hava skriva tey seinastu árini og er eitt rock sangleika ævintýr um ferðina hjá einari kvinnu, fyri at flýggja úr einari sekt, ið er umborð á einum skipið. Hvar er betri at framføra ein slíkan leik, enn í býnum Weston Super Mare í Somerset, ið liggur út til sjógvin. Søgugongdin er svørt, tó stuttlig og lýsir ymiskar fløkjur og misskiljingar.” Tónleikurin er ávirkaður av retro-synths og New Ware rocki, og verður framførdur av einum live rock bólki, ið er mannaður av tónleikanæmingum frá University Centre Weston. Leikstjóri er Grace Taylor. Leikurin gongur fyri sseg umborð á einum skipið, og høvundurin og tónaskaldið Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeiter, hava gjørt leikin soleiðis, at hann fær áskoðararnar at dragast inn í Marianas lærustovnin, ið er ein“ healing skeiðsdepil” stovnaður av miseydnaða sjónleikaranum Dr. David Johnson, ið Elias Magnussen spælir. Marianas lærustovnurin fær áskoðararnar at føla seg sum ein part av leikinum. Byrjanin er veruleikakend, men leikurin verður meira og meira villur og meira háfloygdur, uppbygdur sum ein pyramiduskipan, við sexritualum, sjóskrímslum og at enda einum morði. Sangleikurin hevði frumframførslu í 54 Below í New York City á vári 2018, og nakrir útvaldir sangir eru at finna á Spotify undir Experience Marianas. University Centre Weston–Academy of Performing Arts, bjóðar næmingum eina røð av lærugreinum, har næmingarnir hava stóran ágóða av góðum hølisviðurskiftum, smáum flokkum og tøttum sambandi við lærarar og starvsfólk, ið øll hava arbeitt innan vinnuna í nógv ár. Leikstjórið í Experience Marianas er Grace Taylor, ið hevur arbeitt nógv í West End í London. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 Eyðun Klakstein skrivar krimiskaldsøgu "List" eitur fyrsta skaldsøga hansara-snýr seg um ein Mikinesmálning, sum verður stolin SkrivaÐ: Tíðindaskriv Eina ódnarnátt í november hendir tað óhugsandi. Meistaraverkið» Aftur av jarðarferð «hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Hetta sermerkta og skakandi brotsverkið setur gongd á føroysku krimisøguni» List «, sum kemur út hósdagin. Journalisturin Eyðun Klakstein hevur skrivað krimisøguna. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga. –» List «er ein kvik og spennandi krimisøga, sum vónandi eisini verður fangandi og undirhaldandi at lesa. Umframt at fylgja uppkláringini av brotsverki, kannar bókin eisini, hvussu fólk reagera, tá ið tey koma í kreppustøður, ella tá ið tey kunnu fáa persónligan vinning burtur úr sjálvsøknum avgerðum, sigur hann. Tá ið Mikines-meistaraverkið er stolið, kemur Sára Emmudóttir, ið er stjóri á Listasavninum, í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni–bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum. Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos og Sára Emmudóttir koma á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing og mugu brúka dirvi og list fyri at avdúka hana–um tey yvirhøvur megna tað og koma livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt. Krimibókin» List «er 200 síður til longdar. Bókin varð framløgd hóskvøldið á almennari móttøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Í komandi viku vera bókaframløgur í Klaksvík og í Havn. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Bókadagar mugu vera fyri uttan Einar Már Guðmundsson Íslendski rithøvundurin skuldi vera høvuðsgestur á einum tiltaki týsdagin, men hann hevur fingið koronu, og er tiltakið tí avlýst, boðar Norðurlandahúsið frá Íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson hevur fingið koronu, og tí verður hann ikki við á bókadøgunum kortini SkrivaÐ: Í døgunum 15. til 21. november verða Bókadagar á skránni í Norðurlandahúsinum. Ein partur av bókadøgunum var tiltakið "Dagur íslendskrar tungu við Einar Már Guðmundsson og fleiri", ið skuldi vera týsdagin 16. november frá klokkan 17 til 19. Men Norðurlandahúsið boðar nú frá, at tiltakið er avlýst. Orsøkin er, at høvuðsgesturin, rithøvundurin Einar Már Guðmundsson hevur fingið koronu, og kann hann tí ikki luttaka á bókadøgunum. Í gjár boðaði Norðurlandahúsið frá, at fleiri av tiltøkunum á bókadøgunum verða stroymd, so at áskoðarar eisini kunnu fylgja við heima um teir t. d. eru í sóttarhaldi. Skráin fyri Bókadagar 2021 er at finna her. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Sóleyan–nýggja stórsligna tónaverkið hjá Jens Paula og Elini Brimheim Heinesen komið út Í gjár gav Elin Brimhein Heinesen út lagið Sóleyan, sum hon hevur tónsett til yrking eftir pápan, Jens Paula Heinesen–Eg kendi, at vakra og djúptøkna yrkingin hjá pápa hevði uppiborið eina stórsligna pallseting. Tí eri eg so ómetaliga takksom fyri, at so nógv fólk tóku undir við og stuðlaðu Sóleyan-verkætlanini, so dreymurin um at spæla lagið inn við stórum symfoniorkestri og manskóri bleiv til veruleika, sigur Elin Brimheim Heinesen SkrivaÐ: Tíðindaskriv Fríggjadagin 12. november gav lagsmiðurin Elin Brimheim Heinesen út lagið Sóleyan, sum hon hevur tónsett til yrking eftir pápan, kenda rithøvundan Jens Paula Heinesen. Stórsligna symfoniska útsetingin, sum italska tónaskaldið Enzo de Rosa hevur staðið fyri, innspæld við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri, gjørdist møgulig eftir fyrstu hópfíggingina nakrantíð av eini tónleikaverkætlan í Føroyum. Fyri 60 árum síðani skrivaði Jens Pauli Heinesen yrkingina Sóleyan um menniskjans undurfullu, men tó so sárbæru og óvissu tilveru. Árið eftir at hann andaðist í 2011, setti dóttirin Elin tónar til yrkingina í eini roynd at handfara sorgina eftir at hava mist pápan. Líka síðani hevur hon droymt um at spæla lagið inn við symfoniorkestri og manskóri, men hevði ikki ráð til at fíggja eina so stóra verkætlan einsamøll. Á sumri 2020 heitti hon tí á fólk um at hjálpa sær at gera dreymin til veruleika umvegis hopfigging. fo. Her legði hon lagið út í eini einfaldari útgávu við bara gittari og sangi og krossaði so fingrarnar. Eftir einans seks døgum eydnaðist at fáa upphæddina inn, hon ynskti sær. Tá hópfíggingarátakið var av, hevði hon 80.000 krónur, sum hava gjørt tað møguligt hjá henni at fremja verkætlanina. Eftir drúgva leitan fann hon fram til italska tónaskaldið Enzo de Rosa, sum hevur sett verkið út fyri symfoniorkestur og kór. Elin sigur soleiðis um samstarvið:–Eg havi fingið ómetaliga góðan íblástur frá Enzo, sum hevur lurtað ótrúliga væl eftir, hvat eg vildi við verkinum. Eg kundi ikki havt ynskt mær betri samstarvsfelaga. Tilgongdin hevur verið nógv seinkað–ikki minst orsakað av koronufarsóttini, sum leingi forðaði fólki í at savnast til innspælingar, men nú eftir knøppum hálvumøðrum ári er Elin endiliga til reiðar at vísa úrslitið fyri teimum mongu stuðlunum og restini av almenninginum. Í gjár varð Sóleyan givin út saman við einum videolagi í tveimum útgávum–á føroyskum og á enskum. –Eg kendi, at vakra og djúptøkna yrkingin hjá pápa hevði uppiborið eina stórsligna pallseting. Tí eri eg so ómetaliga takksom fyri, at so nógv fólk tóku undir við og stuðlaðu Sóleyan-verkætlanini, so dreymurin um at spæla lagið inn við stórum symfoniorkestri og manskóri bleiv til veruleika. Eg gleði meg sum eitt barn at vísa øllum, sum hava stuðlað, hvat er komið burturúr, sigur Elin og heldur fram:–Pápi skrivaði yrkingina Sóleyan fyrst í 60 unum, tá kalda kríggið var í hæddini. Eg hugsi, at tey flestu tá høvdu kensluna av onkrum ófrættakendum, sum kundi raka hvørja løtu. Men kortini vóru fólk noydd at liva lívið, sum um hóttanin ikki var til. Tað elvdi helst til eina ávísa fatalismu. Men pápa so líkt hevði hann altíð eyga fyri náttúruni, sum jú bara er til uttan minsta atlit at, hvat vit menniskju gera. Dagarnir, næturnar, árstíðirnar koma og fara, og sóljan blómar framhaldandi, púrasta ónervað. Í stóra høpinum er menniskjan so evarska lítil í mun til størri kreftir, sum leika á, og sum kunnu kollvelta heimin eftir lítlari løtu. Hetta kenna vit okkum helst aftur í, nú vit øll hava verið rakt av eini heimsumfatandi kreppustøðu seinastu árini. –Eg havi gjørt fýra onnur løg til yrkingar eftir pápa mín. Tað hevði verið ómetaliga hugaligt, um tað eydnaðist at spæla tey inn við symfoniorkestri eisini, so øll fimm løgini kunnu verða givin út næsta ár, savnað á einari EP, fyri á henda hátt at heiðra minnið um pápa á 90 ára føðingardegi hansara um akkurát eitt ár. Hetta er næsta verkætlanin, sum eg longu eri farin í holt við saman við Enzo de Rosa, sigur Elin at enda. Ætlanin var at bjóða øllum, sum hava stuðlað hópfíggingarverkætlanini til stórt útgávutiltak í Perluni í Havn, men orsakað av álvarsomu støðuni við koronu í løtuni er tiltakið avlýst. Allir stuðlar verða ístaðin bodnir til smærri stovukonsertir heima hjá Elini. Á árligu nýggjárskonsertini, sum verður 7. og 8. januar 2022 í Norðurlandahúsinum, verður verkið Sóleyan framført fyrstu ferð á konsert av Føroya Symfoniorkestri við Elini sum sangsolisti. Lagið kann hoyrast í føroyskari og enskari útgávu á eitt nú Spotify. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 20 umsóknir komu inn í ársins seinna stuðulsumfari, og søkt var um tilsamans 1,9 milliónir krónur Mynd: To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen SkrivaÐ: Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. Til hetta umfarið komu 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 milliónir krónur, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar. Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 krónur til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í. Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kronur. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum. Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 krónur í stuðli til eina røð av stuttfilmum, sum lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum. Samlaða filmsjáttanin er 2,9 milliónir krónur. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desember við freist 1. februar 2022, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tey 18, ið fingu stuðul í hesum umfarinum, eru: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Landsinnsavningin 2021 verður sjónvarpað á Rás 1 hjá Televarpinum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Farna vikuskiftið var vóru tað Kris og Sinnisbati, sum savnaðu pengar inn við væleydnaðari sending í Kringvarpi Føroya. 14 dagar seinni fer Reyði Krossur Føroya at hava eina líknandi innsavning. Men tað verður ikki í kringvarpinum, men á opnu sjónvarpsrásini Rás 1 hjá Televarpinum. Í sendingini verða áhugaverdar samrøður, innsløg og live tónleikaframførslur við eitt nú Týr, Gretu, Leu Kampmann og Robert McBirnie, skrivar Reyði Krossur á uppslagi á Facebook. Sendingin verður sunnukvøldið 21. november klokkan 19, tá heitt verður á fólk og fyritøkur um at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst í Føroyum og úti í heimi, við at stuðla við einari peningarupphædd. Longu nú er møguligt at stuðla: Øll, ið ringja 90 56 56, stuðla við 150 krónum, og eru samstundis við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda MX-30 el-bil frá Wenzel. Eitt uppkall telur sum ein lutaseðil, og til ber til at ringja fleiri ferðir. Vinnarin verður funnin undir sendingini, og ringjast kann fram til sunnukvøldið 21. november kl. 19: 50. Øll húsarhald í Føroyum hava fría atgongd til sjónvarpssrásina Rás 1: Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal ella satelitt, og eitt sjónvarp. Eisini ber til at lata peningagávu til Reyða Kross umvegis peningastovnar: Bank Nordik: 6460 4946954 Betri: 9181 4950013 Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776 Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 Føroysk teknirøð fyri smærri børn Nú fæst teknirøðin hjá Jónas í Dali Wagner, "Frúa og Flúgvi" á føroyskum SkrivaÐ: Hvønn vetur strýkur Jólaódnin um jarðarknøttin og ber alt, sum gongur leyst, burtur í ein lítlan, fjarskotnan dal. Soleiðis hendir tað, at lítli Flúgvi vaknar í húsunum hjá Frúu, ein tólv ára gomul og avbera ráðføst genta. Tey bæði gerast góðir vinir, men Frúa er skotin í hetjuni í dalinum, og tað førir vinalagið av leið. Frúa og Flúgvi er ein barnateknirøð um vinskap og kærleika. Søgan varð á fyrsta sinni givin út í 1992 undir heitinum "Frøken og Flyver" og fekk stóra vinningin í kappingini hjá Gyldendal og Berlingske Tidende um bestu teknisøgu fyri børn. Jonas í Dali Wagner hevur gjørt røðina. Hann býr í Havn og starvast við filmi, teknisøgu og við at menna ung listafólk. Trygvi Danielsen hevur týtt til føroyskt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Tað krevur styrki at vera kvinna Kvinnusøgur verða lýstar í akrobatikki og tónleiki í sýningini "Det får bära eller brista", 14. november i Norðurlandahúsinum SkrivaÐ: Kvinnur hava til allar tíðir borið og lyft børn- og eplasekkir, grýtur, vatn og mjólkaspannir, barnavognar inn í bilin og upp trappurnar, innkeyp, brenni, vaskiklæði... og fleiri børn. Ja, tað krevur styrki at vera kvinna. Eisini í sýningini Det får bära eller brista, ið sameinir akrobatik og tónleik fyri at siga frá kvinnusøgum. Seks kvinnuligir akrobatar og møður trína á pallin, fyri at granska markið í millum at lyfta og at hokna. Tað tunga og tað lætta. Styrki og viðbrekni. Gleði og sorg. Á pallinum verða pyramidur bygdar úr menniskjum og hugtakandi akrobatiskar koreografiir skaptar–alt í nýskapandi andanum, sum vit kenna frá nýsirkusi-sirkus fyri vaksin. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Kjóli hjá Amy Winehouse seldur fyri 1,57 milliónir krónur Fleiri enn 800 ognir hjá bretsku songkvinnuni vórðu herfyri seldar á uppboðssølu í USA fyri tilsamans 26,5 milliónir krónur Kjólin, Amy Winehouse var í til seinastu konsert hennara í Serbia, fór fyri 1,57 milliónir krónur (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Herfyri var ein rúgva av ognum hjá bretsku songkvinnuni Amy Winehouse seldar á uppboðssølu hjá auktiónshúsinum Julien's í USA, og ognirnar vórðu seldir fyri tilsamans 4,1 milliónir dollarar, ið svarar til 26,5 milliónir krónur. Áðrenn uppboðssøluna varð annars mett, at sølan bert fór at geva umleið tvær milliónir dollarar, ið er nærum 13 milliónir í okkara krónum. Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir, skrivar Sky News. Størsta sølan var kjólin, sum songkvinnan var í á seinastu konsert hennara, í Serbia, áðrenn hon andaðist á sumri 2011, 27 ára gomul. Kjólin varð seldur fyri 243.000 dollarar, ið svarar til 1,57 milliónir krónur. Næstdýrasti luturin gjørdist ein hjartaformað taska, sum Amy Winehouse hevði við sær til Brit Awards í 2007. Hon varð seld fyri 204.800 dollarar, ið svarar til uml. 1,3 milliónir krónur. Sambært Ritzau er tað tvífalt so nógv, sum auktiónshúsið hevði roknað við, at taskan fór at verða seld fyri. Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir á uppboðssøluni (Mynd: EPA) Á uppboðssøluni vóru eisini onnur klæðir, gamlar tekningar, sum Amy Winehouse hevði teknað, og bøkur. Amy Winehouse andaðist í juli 2011. Hon varð funnin deyð orsakað av alkoholeitran. Kanningar av líki hennara vístu, at hon hevði drukkið nógv eftir, at hon annars hevði hildið sær frá rúsdrekka í longri tíð. Alt, sum kom inn frá uppboðssøluni, fer óskert ein grunn, sum foreldur hennara hava stovnað til minnis um hana. Grunnurin hevur til endamáls at hjálpa ungum, sum stríðast við misnýtslu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Flottur javnleikur móti Serbia Føroyska U21 landsliðið liggur enn framman fyri Serbia í EM-undankappingini SkrivaÐ: Føroyska U21 landsliðið í fótbólti vann sær eitt stig í sera trupla útidystinum seinnapartin í gjár móti Serbia í Novi Sad. Føroyska liðið vardi seg manniliga móti bóltfimu serbunum. Men tað var ikki bara spæl upp á eitt mál, tí føroyska liðið fekk eisini skapt fleiri góðar møguleikar. Men onki mál kom í dystinum, og tað var týðuligt, at tað vóru leikararnir hjá Sámal Erik Hentze nógv meira nøgdir yvir, enn serbisku leikararnir. Sostatt liggja Føroyar framvegis framman fyri Serbia í hesi EM-undankappingini. Frakland er á odda við 13 stigum fyri 5 dystir, Ukreina hevur 10 stig, Norðurmakedonia og Føroyar hava 6 stig, Serbia 5 og Armenia 3 stig. Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum áðrenn vetrarstøðgin. Tveri dystir verða 16. november: Ukreina móti Serbia og Norðurmakedonia móti Fraklandi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 AB verður aftur at síggja í Betrideildini í 2022 AB fekk javnleik á Sandi, og hetta var nóg mikið til at enda nummar trý og at flyta upp aftur eftir eitt ár í 1. deild. Teitur Jóanessarson skoraði til 1-1 í inntensa dystinum, og hetta gjørdist avgerandi (Mynd: Olena Goffe) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tey bæði liðini, sum fluttu niður úr Betrideildini í fjør, steðgaðu bert eitt ár í 1. deild. Hetta er greitt eftir avgerandi dystin á Sandi leygardagin. Skála tryggjaði sær uppflyting og gull í farna mánaði, og eftir tógvið stríð megnaði AB at knógva B71. Sandoyingar hava megnað at hanga í AB, ið ikki vann nakran dyst í september, men sum nú gjørdi arbeiðið liðugt. Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at tvey lið flyta beinleiðis upp í Betrideildina. Tá vóru tað EB/Streymur og 07 Vestur, ið endaði ávíkavist nummar eitt og tvey í 1. deild, og triðja plássið hjá FC Suðuroy var ikki nóg mikið. Tað var tað hjá AB hesaferð-Víkingur endaði við silvurkrónunum. AB og Skála avloysa ÍF og TB í Betrideildini til næsta ár. Tey bæði liðini, ið fluttu upp í fjør-07 Vestur og B68-hildu sær bæði uppi eftir góð avrik í ár. B68 tryggjaði sær sæti í Betrideildini 2021 við sigri á AB í upp- og niðurflytingardysti. Nú eru argjamenn aftur í fremstu røð, eftir at hava fingið gott úrslit í avgerandi dysti um plássið. B71 var á uppflytingarkós-fingu ikki lagt trýst á í 2. hálvleiki Tað var annars heimaliðið, ið byrjaði betri í útsetta dystinum. B71 var ágangandi, og sum heild varð byrjað við nógvari leikferð og inntensiteti. Teir í gulum høvdu tvær góðar støður, áðrenn hol kom á. Uppskriftin var einføld: Langt útspark frá málverjanum Jóhan Herálvi Hentze, royndi toppskjúttin Clayton Soares snittaði bóltin væl víðari, Tijani Mohammed rann rætt, og nakað spískt og í ójavnvág fekk hann sent eitt skot móti málinum. Danin Anders Ploughmann Nagel fekk ikki vart fyri tí, og so var stórur fagnaður í B71-leguni, á vaktum, teimum sum høvdu stilla seg í bøin nakað frá vøllinum sjálum og í mongu bilunum við vøllin. B71 hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2011, men var í 25 minuttir á uppflytingarkós. AB kom skjótt betri inn í dystin, og tendringin í honum var stór; vakurt fótbóltsspæl var ikki í miðdeplinum, men menn á báðum liðnum stríddist veruliga til sítt ítarsta. Petur Reinert lat fyri tað mesta spælið koyra, og nærdystirnir vóru nógvir. Tað er ikki so løgið, tá nógv er uppá spæl-eftir 33 minuttir gav ein nærdystur tætt við B71-brotsteigin og nakað til vinstru fríspark til AB. Royndin frá eyðsýnda og stríðsfúsa dananum, Ardit Murati, gav ikki mál, men eftir tveir returbóltar, endaði bólturin hjá Teiti Jóannesarssyni, og høgi miðverjin fekk akkurat beint bóltin um linjuna, hóast Jóhan Herálvur hevði hondina á og royndi sítt ítarsta. Ivamál var, um rangstøða var, tí sandoyingar vildu vera við, at hjálpardómarin hevði havt flaggið á lofti, men mál var, og so hevði AB úrslitið, ið var nóg mikið til uppflyting. Argjamenn løgdu væl frá brots eftir steðgin og høvdu støður til at leggja seg á odda, men B71 stríddist ímóti, og so hvørt fór fokus hjá AB meira yvir til at halda úrslitið. Hetta eydnaðist, tí liðið stríddist væl saman og tyktist væl skipað, meðan B71 hevði ilt við at skapa møguleikar. Til tíðir tyktist tað vera ivasamt, um ætlanin var at flyta bóltin meira eftir jørð og síðani koma til innlegsstøður ella at savna nógvar leikrarar langt uppi á vøllinum og sparka niðan. Tað gjørdist ongantíð heilt vandamikið frammanfyri AB-málið; tað manglaði góðska á síðsta triðinginum hjá B71, og harvið kundi teir í bordeaux/vínreyðum fegnast, tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð. Nú kunnu tey á Argjum av álvara fara undir fyrireikingarnar til 2022, og Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri, sum í dag eisini sást við síðulinjuna, fer helst skjótt at fáa fatur á nøkrum nýggjum leikarum. AB endaði á triðja plássi við 44 stigum-B71 á fjórða plássi við 42 stigum. Skála vann deildina (Mynd: Olena Goffe) (Mynd: Olena Goffe) (Mynd: Olena Goffe) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021 NSÍ hevur annað beinið í Conference League 2022 Ungu danirnir hjá NSÍ gjørdust avgerandi, og við 2-0 sigrinum yvirhálaðu teir í gulum og svørtum B36, ið nú-eins og í fjør-noyðast at vinna steypakappingina fyri at tryggja sær evropeiska luttøku NSÍ tryggjaði sær fjórða plássið og umleið 1,8 millión í pluss kann srkivast í rokniskapin næsta ár, um B36 ikki vinnur steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá 7. november 2020 vann NSÍ 4-3 á B36 á Tórsvølli í 27. umfari í Betrideildini. Harvið vunnu runavíkingarnir sær evropeiskt pláss til hetta kappingarárið, og tá B36 varð sligið út í hálvfinaluni í steypakappingini móti Víkingi-við Løkin-so var greitt, at B36 ikki slapp út í Evropa at spæla í ár. Nú, júst eitt ár eftir seinast liðini spældu ein møguliga avgerandi dyst um evropeiskt pláss, hittust tey aftur til ein líknandi dyst. Fjórða plássið í Betrideildini var uppá spæl, og í B36 og NSÍ visti man, at ein sigur fór at gera, at liðið lá til evropeiskt pláss áðrenn síðstu dystirnar í steypakappingini-hjá B36 hevði tað verið nóg mikið við javnleiki, tí liðið hjá Dan Brimsvík vann 2-0 á Víkingi hóskvøldið Tað eydnaðist tó heldur ikki í ár hjá B36, at koppa NSÍ tá á stóð. Hetta hóast útiliðið var nærri við at skora í fyrra hálvleiki, tá bæði Uros Stojavnov og ein vælupplagdur Hannes Agnarsson komu til stórar møguleikar. Tað eydnaðist tó ikki at gagnnýta hesar, og NSÍ, ið át seg meira inn í dystin, tók av, tá møguleikin kom tíðliga í 2. hálvleiki. B36 bygdi upp, Bjarki Nielsen kom eitt sindur aftur í vøllin, men alvering hansara endaði beint hjá Jakob Trenskow, nakað uttanfyri brotsteigin. Kviki 20-ára gamli danin setti ferð á, og komin inn í brotsteigin, nakað til vinstru, royndi hann seg við sínum sterka vinstra beinið. Mattias Lamhauge bjargaði væl, men bólturin kom út til Trenskow aftur, ið hesuferð skeyt við høgra beinið, og bólturin fór umvegis landsliðsmálverjan, ið var nær við aftur at verja fyri, í málið. B36 skuldi nú hava minst eitt mál og royndi at trýst, men tyktist at mangla nakað av yvirskotið og gjøgnumbrotsmegi. Eftir gott gjøgnumbrot í høgru og góðan stútara frá Urosi, var bólturin á veg í NSÍ-málið, men Karsten Hansen var sum køtturin og bjargaði væl. Nærri komu teir hvítkløddu ikki, og minuttin seinni punkteraði NSÍ dystin við málið aftaná eina skjóta umstilling. Klæmint Andrasson Olsen rak væl við ferð og slepti bóltin rætt til høgru, og nakað inni í brotsteignum og til høgru møtti innskifti Mikkel Elbæk Jakobsen í ferð bóltinum og sendi hann millum beinini á Mattiasi. Áskoðarar sluppu ikki at vera til dystin, men NSÍ-fjepparar, leikarar, venjarar og nevnd kundu fegnast løtu seinni, tá bríkslað var av. 2-0 sigurin merkir, at sum nú er, skal NSÍ áttanda árið á rað spæla evropeiskar dystir, og tað gevur minst 1,8 milliónir. Liðið hjá Bill McLeod Jacobsen skal í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið spæla móti HB. B36 misti Ragnar Samuelsen orsakað av vøddaskaða í upphitingini, Lukas Enevoldsen í fyrra hálvleiki, og seinastu minuttirnar spældi liðið við tíggju monnum, tí Andrass Johansen varð takklaður hart, og eingin útskifting var eftir. Sebastian Pingel var ikki við, orsakað av skaðanum hann fekk í Víkinga-dystinum. Nú skulu teir í B36 royna at koma fyri seg til steypakappingina, ið nú hevur fingið uppaftur størri týdning: Hon skal vinnast, um liðið skal út í Evropa at spæla aftur. B36 hevur Víking á skránni í hálvfinalunum seinna helmingin av mánaðinum Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021 Hørður og HB hava longt samstarvið við tveimum árum-Eg trívist øgiliga væl í HB. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hetta er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur 27-ára gamli landsliðsmiðverjin, sum er ein royndur maður í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt í HB seinastu trý kappingarárini Hørður Askham, saman við Teiti Gestssyni, eftir at at enn eitt HB-steyp er komið í hús (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Hann hevur spælt 196 dystir í Betrideildini og 27 í kappingini um Løgmanssteypið. Tey seinastu trý kappingarárini hevur hann spælt fyri HB, eins og hann gjørdi sum heilt ungur. Tað var annars í B36 í 2013, at Hørður Askham breyt ígjøgnum í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Árið fyri hevði skjóti og sterki miðverjin, sum tá-eins og í summum førum seinni-eisini varð nýttur á miðvøllinum, verið við til at spælt 07 Vestur upp í bestu deildini. Eftir leiguavtalan var av, gekk skjótt og Hørður spældi fast í 2013, tá B36 endaði við bronsu og evropeiskum plássi, og í 2014 og 2015 tá B36 gjørdist føroyameistari. Í seinnu hálvu í seinna meistaraárinum fekk Hørður tó als ikki spælt, vegna heldur sjáldsaman vøddaskaða. Hørður Askham í dysti fyri KÍ móti B36-hesi liðini umboðaði hann í Betrideildini, áðrenn hann skifti til HB (Mynd: Sverri Egholm) Í 2017 og 2018 spældi Hørður Askham fyri KÍ, og fekk millum annað fleri evropeiskar royndir-hann hevur higartil spælt 17 evroepiskar dystir. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar, har Hørður hevur spælt síðani og verið so at siga fastur maður í miðverjuni hjá HB, tá hann hevur verið tøkur. Fyrsti A-landsdysturin gjørdist ein ring uppliving fyri havnarmanninum. Hørður spældi á høgra bakki í 4-0 ósigrinum á heimavølli fyri Svøríki í september 2019, og eftir ein nærdyst seint í dystinum sleit hann eitt krossband í knænum. Hetta hevði við sær, at verjuleikarin ikki var aftur á besta liðnum hjá HB fyrrenn eitt ár seinni. Harvið náddi hann at vera við til at fáa meistarahúsið í hús og at vinna steypakappingina annað árið á rað. Við teimum steypunum hevur Hørður Askham vunnið fimm í føroyskum fótbólti, og HB fer seinni í mánaðinum at stríðast fyri at fáa fatur á Løgmanssteypinum aftur. Í HB til og við 2023-størri leiklut á landsliðnum Í vikuni gjørdist greitt, at Hørður eisini verður í reyðum og svørtum í 2022 og 2023. HB hevur á Facebook-síðu sínari gjørt greitt, at sáttmálin er galdandi, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat. -Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur Hørður í stuttari viðmerking. Hørður Askham saman við Kevin Schindler, eftir at nýggi sáttmálin við HB er komin uppá pláss (Mynd: Havnar Bóltfelag) Hørður á høkjum eftir sín fyrsta A-landsdyst (Mynd: Sverri Egholm) Í verjustøðu móti Skotlandi 25 mánaðir seinni (Mynd: Jens Kr. Vang) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Símun Sólheim skal spæla fyri B36 í 2022-Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær Símun Sólheim í dysti fyri EB/Streym í Gundadali móti B36. 20-ára gamli evnaríki miðvallarin skal næsta ár spæla í hvítum búna og hava heimavøll í Gundadali aftur (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá-Símun Sólheim er eitt av heilt spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Framrættaði spælarin, sum kann røkja pláss á bæði kantinum og mitt fyri, er B36’ ari av uppruna, men nøkur av ungdómsárunum var hann hjá grannunum, og seinastu tvey árini hevur hann veruliga prógvað seg sum Betri-spælara í EB/Streymi. Soleiðis skrivar B36 um fyrsta nýggja leikaran, ið kemur í hópin til næsta ár. Sjálvur heldur Símun, at hetta er rætta fetið í framhaldandi menningini hjá sær. -Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær. Símun, saman við Magna Vatnhamar Mouritsen, formani í B36 (Mynd: b36. fo) Símun hevur spælt 56 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi seinastu tvey kappingarárini. Hann fekk sínar fyrstu dystir í Betrideildini seint í 2019 fyri HB, har hann spældi øll tannáringaárini-fyriuttan eitt skifti í Brøndby. Tað var tó í B36, at fótbólturin byrjaði hjá nú 20-ára gamla hoyvíkinginum-Tað er eitt sindur sum at koma heim. Eg havi vant tvær ferðir við nýggju liðfeløgunum, og eg havi alt fyri eitt kent meg sum heima, so eg gleði meg, til eg aftur kann tørna út fyri felagið, sigur Símun Sólheim við b36. fo Í EB/Streymi er tekniskt dugnaligi leikarin vorðin meira álopskendur, enn hann var sum ungdómsleikari, tá hann fyri tað mesta var ein spælskipari á sentrala miðvøllinum. Í 2020 og 2021, har Símun hevur spælt nógv á vonginum, hevur hann skorað átta ferðir í Betrideildini. Símun Sólheim hevur hesa vikuna verið í Serbia við 21-landsliðnum. Umframt 55 dystir í Betrideildini og fimm steypadystir, hevur Símun spælt fimm U21-landsdystir. Hann hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Jóan Símun tryggjaði Waasland-Beveren javnleik móti oddaliðnum Toftamaðurin skallaði bóltin í málið í 89. minutti í trupla útidystinum, og harvið liggur liðið framvegis væl í stríðnum um uppflyting til bestu belgisku deildina. Her er stutt yvirlit yvir gongdina hjá teimum átta útisetunum, sum í løtuni eru á landsliðnum Jóan Símun Edmundsson í landsdysti í Svøríki í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í føroyska landsliðshópinum eru átta leikarar-tað er ein triðingur-sum til dagliga spæla uttanlands. Nakrir gjørdu vart við seg í dystum í vikuskiftinum. Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren-Næstbesta deildin í Belgia 30-ára gamli toftamaðurin spældi allan dystin sum annar av áleyparunum. Talan var um oddadyst í Westerloo-heimaliðið var tó áðrenn dystin sjey stig frammanfyri Waasland-Beveren á øðrum plássi. Hendan fjarstøðan sá út til at fara at økjast, tá heimaliðið legði seg á odda í 74. munitt, men 15 seinni sló Jóan Símun til. Innlegg kom úr vinstru, og nummar 39 rann heilt rætt og fekk við pannuni stýrt væl framvið málverjanum og innum stongina. Waasland-Beveren er harvið framvegis á 2. plássi, nú ellivu umfør eru leikt. Hetta plássið gevur upp- og niðurflyringardyst. Jóan Símun Edmundsson hevur í ellivu landskappingardystum fyri felag sítt skorað tvey mál og lagt upp til trý. Leikliga avrik hansara í seinastu landsdystunum hevur verið heilt gott og fyrr í ár legði hann upp til málið hjá Sonna Ragnari Nattestad í Wien. Tað eru tó beint yvir trý ár síðani, at Jóan Símun skoraði fyri Føroyar. Hetta var í Nations League-heimadystinum móti Malta. Álopskendi og tekniskt sterki leikarin hevur síðani verið nógv inn og út av liðunum, orsakað av skaðatrupulleikum. Hallur og Vejle vunnu-Patrik skoraði, men fekk reytt og tapti Vejle er framvegis á aftasta plássi í Superliguni, men hevur vunnið tveir útav seinastu trimum dystunum, og hevur nú sjey stig upp til strikuna. Tað hevur harvið hjálpt, at Hallur Hansson er komin inn í hópin. Miðvallarin spældi í gjár allar 90 minuttirnar í heimasigrinum á SønderjyskE, ið er næstaftast, og landsliðsliðformaðurin fekk eitt gult kort. Viljormur Davidsen sat á bonkinum allan dystin. Petur Knudsen er eisini í donskum fótbólti. Har gjørdi hann skjótt vart við seg, við máli í trimum dystum á rað í august. Hann kom eisini inn í dysti og skoraði 17. oktober, tá 23-ára gamli áleyparin tryggjaði Lyngby javnleik á heimavølli móti Hobro og skoraði harvið sítt fjórða mál í næstbestu donsku deildini. Síðani byrjaði hann inni í Horsens móti liðnum hjá Jens Berthel Askou, men henda mánaðin hevur hann næstan ikki spælt-als ikki í Hvidovre leygardagin og ein fimm minuttir, umframt yvirtíð móti Vendsyssel mikudagin. Ósigurin í Hvidovre merkti, at mótstøðuliðið yvirtók oddasessin, og at Lyngby fór niður á 3. plássi. Langt er tó niður til liðini í niðaru hálvu-seks tey ovastu fara í 2022 í ein bólk fyri seg at spæla í uppflyting. Patrik verður fagnaður fyri enn eitt mál-hann fekk eisini reytt kort leygardagin (Mynd: eikfotball. no) Kappingarárið hjá Patrik Johannesen í Noreg er fyribils liðugt. Hetta gjørdist greitt leygardagin. Tvørmaðurin átti, sambært heimasíðuni hjá Egersunds, feilalveringina, ið kostaði leiðslumálið hjá Notodden. Útiliðið økti stutt fyri steðgin, men í 63. minutti skoraði Patrik við beinleiðis frísparki. Hetta var mál nummar 13 hjá honum í 21 landskappingardystum. Tíggju minuttir seinni fekk 26-ára gamli føroyingurin gult kort og í yvirtíðini ta seinna gula og harvið reytt. Patrik Johannesen hevði kortini ikki fingið verið við í avgerandi dystinum um 2. plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardyst, tí dysturin í Arendal í seinasta umfari verður leiktur sunnudagin. Nakrar tímar eftir dystin varð tað kunngjørt, at Patrik skuldi við føroyska A-landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani í mars. Kviki álopskendi spælarin avloysti skaðadarvaða Meinhard Olsen, og meðan hann er í Ísrael, skulu liðfelagirnir stríðast fyri at fáa stig í býnum, sum er íblástur til Frozen-teknifilmarnir. Ein javnleikur er nóg mikið hjá Egersunds fyri at fáa tryggja sær tveir dystir móti liðið úr næstbestu deildini um at flyta upp. Brandur eisini í uppflytingarstríði-Sonni Ragnar og Gunnar spæla ikki Brandur Hendriksson er fastur fúsur á miðvøllinum hjá Helsingborg. Tekniskt dugnaligi skálvíkingurin hevur, av røttum, fingið nógv rós frá venjaratoymi, fjepparum, føroyskum og útlendskum miðlum o. s. fr fyri avrik síni á landsliðnum. Miðvallarin skarðar sum ofast framúr á føroyska liðnum, har hann tíverri ikki var at síggja í gjárkvøldið vegna leikbann. Hann verður tó við í Ísrael, og síðani bíða avgerandi dystirnir í Svøríki. Tvey umfør eru eftir í Superettan, og Helsningborg skal hava ein sigur fyri at tryggja sær upp- og niðurflytingardystir-beinleiðis uppflytingarmøguleikin fór endaliga í vikuskiftinum í 3-1 ósigrinum fyri Varnamo-Brandur legði upp til málið hjá Helsingborg. Brandur Hendriksson er ein týdningamikil leikari fyri Helsingborg Íslendska kappingarárið var liðugt síðst í september, og harvið hevur Gunnar Nielsen ikki spælt síðani tá. 35-ára gamli málverjin spældi 21 útav teimum 22 landskappingardystunum fyri FH, ið hann hevur umboðað seinastu seks kappingarárini. Liðið av Hafnarfjørðinum endaði nummar seks út av teimum tólv í Pepsideildini. Gunnar vardi føroyska málið í undankappingardystunum í mars og eisini í 4-0 ósigrinum fyri Ísrael 1. september-teir fýra dystirnar síðani hevur Teitur Matras Gestsson spælt. Ein, sum ikki spælir nógv, er Sonni Ragnar Nattestad. Tað eru tveir mánaðir síðani, at høgi miðverjin byrjaði ein dyst fyri Dundalk í bestu írsku deildini. Síðani komu seks dystir, har Sonni Ragnar var á vøllinum í tveimum-í samanlagt sjey minuttir- og eftir landsdystirnar í oktober-har hann í báðum førum spældi 90 minuttir-er Sonni Ragnar Nattestad skrásettur fyri ein dyst og ein minutt í Dundalk. Tað var fyri av verja sigurin heim móti Drogheda; hinar fimm dystirnar síðani seinasta landsliðssteðg hevur landsliðsmiðverjin verið á bonkinum. Dundalk hevur ein dyst eftir; um hann endar við sigri, so endar liðið nummar fimm, annars nummar seks av tíggju í Írlandi. Sonni Ragnar Nattestad spældi nógv fyrstu tíðina í Írlandi, men hetta broyttist serliga eftir venjaraaskifti. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021 Ísraelska liðið vann ein greiðan 5-1 sigur í EM-undankappingini í Slovakia hósdagin Hesar byrjaðu á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Malena Josephsen/fsf. fo) SkrivaÐ: Mánadagin tapti føroyska U17-landsliðið við gentum 3-0 til Slovakia í fyrsta dysti í EM-undankappingini í Slovakia, og hósdagin taptu tær eisini seinna dystin móti Ísrael. Ísraelska liðið var sterkari, og vann til endans ein greiðan 5-1 sigur á Føroyum, skrivar fsf. fo. Sæð við føroyskum eygum var serliga byrjanin av dystinum trupul, og longu eftir eitt korter var 3-0. Men genturnar fótaðu sær sum fráleið, og komu til fleiri góðar støður og vunnu eisini nøkur hornaspørk. Og tað var eisini júst eftir horna, at Fríða Jacobsen skoraði fyri Føroyar, tá hon stutt fyri steðgin minkaði til 3-1. Men nærri kom føroyska liðið ikki, og í seinna hálvleiki fekk Ísrael tvey mál afturat. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Gerrard skal venja Aston Villa Eftir at hava gjørt Rangers aftur til eitt topplið í Skotlandi, flytir fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool nú til Birmingham (Mynd: avfc. co. uk) SkrivaÐ: Enska premier league-felagið, Aston Villa, gjørdi hósmorgunin við Steven Gerrard at vera nýggjur venjari í felagnum. Gerrard, sum í 17 ár spældi við Liverpool FC, hevur síðan 2018 verið venjari í skotska felagnum Glasgow Rangers, sum hann førdi til meistaraheitið í fjør. Og liðið liggur klárt á odda í Scottish Premiership, nú Gerrard gevst, og flytir til Birmingham. Aston Villa loysti í farna mánaði Steve Bruce úr starvinum, sum hann hevur røkt síðan 2016. Síðan hevur Dean Smith tikið sær av uppgávuni. Tað hevur gingið striltið hjá Aston Villa í Premier League í ár. Liðið hevur í løtuni 10 stig fyri 11 dystir, og liggur 16. plássi beint oman fyri niðurflytingarstrikuna. Premier League hevur í løtuni ein støðg, tí landsliðsfótbóltur er á skránni. Steven Gerrard fær sostatt góða tíð at seta fyrireika nýggja lið síð til næstu uppgávuna, sum er 20. november heima móti Brighton & Hove Albions. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021 U18: Bastu enn einaferð norðmonnum Eins og hóskvøldið, gjørdist talan um trý-máls sigur til ungu føroysku menninar, sum í august næsta ár skulu spæla EM-endaspæl. Í mun til fyrra venjingardystin millum liðini var meira spenningur gjøgnum hendan vælleikta dystin-Óli Mittún var heilt stóri leikarin við fjúrtan málum Føroyski hópurin hevur víst seg væl fram í hesum báðum dystunum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) SkrivaÐ: Agnar Prestá 1. juli 2019 gjørdi føroyska U17-landsliðið við dreingjum ein ordans vørr í fyrsta dystinum í European Open í Valhalla Sportshall í Göteborg, har tað endaði við tíggju máls sigri hjá Føroyum á Noreg. Tað endaði við, at føroyska liðið, við millum annað Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum, Paula Jacobsen og Paula Mittún, vann kappingina, og Føroyar høvdu av álvara víst hondbóltsevropa, at ein bjørt framtíð var fyri framman hjá tí lítla landinum. Tá árgangirnir hittust aftur í Svøríki í august í Scandinavian Open vunnu Føroyar aftur trygt á Noregi, og nú hava árgangirnir niðanfyri tikið við: Bæði hósdagin og í leygarkvøldið í farnu viku vunnu okkara ungu menn við trimum málum á Noreg, sum seinastu árini hevur havt eitt av heimsins bestu A-landsliðnum-bæði á manssíðuni og á kvinnusíðuni. Í sigrinum hóskvøldið var munurin heili sjey mál í steðginum-hesaferð fingu Føroyar størri mótstøðu, og tað vóru tvey mál á muni, tá liðini fóru til hálvleiks. Føroyska liðið var á odda tað mesta av dystinum, men norðmenn hingu allatíðina væl í, og bæði liðini spældu góðan álopshondbólt. Størsti munur sum var, var 22-18 til Føroyar níggju minuttir inn í 2. hálvleik, eftir at liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen var komið betri út eftir steðgin. Mynd: HSF Noreg át seg tó væl inn í dystin, og serliga var tað Emil Havsgård, ið gjørdi vart við seg. Nummar tíggju hjá Noreg spælir fyri BSK í bestu norsku deildini og verður mettur at vera eitt stórtalent. Við sínum góðu skotum, gjøgnumbroti fríspælingum, góða spælskili og fysikki, sá hann eisini út til at verða ein møguligur eftirkomari hjá Sander Sagosen, og hann fekk heili tólv mál, umframt nógv upplegg. Tá fimm minuttir vóru eftir, javnaði Noreg til 27-27, men føroyingar vóru kaldari seinastu løtuna. Óli Mittún gjørdi tvey góð mál, og samanumtikið var tað ein fragd at síggja hoyvíkingin, ið var við U19-landsliðnum til European Championship, skína í føroyska álopsspælinum. Heili 14 mál gjørdist talan um, og Óli fann eisini viðleikararnir ógvuliga og saman við hinum dugnaligu leikarunum í bakketuni fekk hann ferð á spælið og stóri og sterki Ísak Vedelsbøl á strikuni varð funnin væl nakrar ferðir. Aleksandar Lacok hevði nakrar góðar bjargingar til endans, og so endaði tað aftur við føroyskum sigri í einum góðum, ferðmiklum og læruríkum hondbóltsdysti. Spælið, avrikini og úrslitini siga so mikið, at Føroyar í løtuni tykjast at vera væl fyri, í mun til at spæla eitt EM-endaspæl. Noreg verður eisini við, og hóast norðmenn í kvøld spældu upp ímóti føroyingunum, so hava okkara hesar dagarnar víst størri styrki og hegni U18-Venjingardystur 06.11, Høllin á Hálsi Føroyar-Noreg 32-29 (17-15) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021 Team Suður Skot havt fyrstu venjingina Nýtt bogaskjótifelag er stovnað í Suðuroynni, og mikukvøldið hevði Suður Skot sína fyrstu venjing sum felag (Mynd: Vágs kommuna) SkrivaÐ: Herfyri varð nýtt bogaskjótifelag stovnað í Suðuroynni. Talan er um Suður Skot, sum mikudagin hevði sína fyrstu venjing í Marghøllini í Vági. Tað byrjaði í summar, eftir at bogaskjóting hevði verið á Føroyaleikum. Á Føroyaleikum var bogaskjóting á fótbóltsvøllinum á Eiðinum, og luttakarnir lótu væl at umstøðunum. Landsliðvenjarin var við til leikirnar og hon læt væl at umstøðunum í Vági og avgjørdi hon, at hava royndarvenjing sunnudagin eftir at Føroyaleikinar vóru lidnir. Venjingin gekk fyri sær inni í Marghøllini, tað møtti sera nógv fólk upp til hesa venjing, skrivar Vágs kommuna. Síðan í summar hevur vening so verið hvønn mikudag, og mikukvøldið 10. november hevði Team Suður Skot so sína fyrstu venjing sum felag. Í hesum sambandi var gjørt eitt sindur meira burtuúr. Luttakarar fingur pannukøkur og ein drekkamunn, og borgarstjórin, Bjarni Johansen, handaði Team Suður Skot eitt gávubræv frá Vágs Kommunu, og slapp hann eisini at royna seg við boga og píl. Fyrsta nevndin í Team Suður Skot er mannað soleiðis: Forkvinna: Kelea Quinn Næstforkvinna: Jonni Joensen Tiltakslimur: Thomas Christensen Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Amboðsfimleikarar luttaka í norðurevropiskari kapping í Wales Í kappingini luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland SkrivaÐ: Tíðindaskriv Tólv av fremstu fimleikarum í amboðsfimleiki fóru í vikuni til Cardiff í Wales at kappast um norðurevropiska meistaraheitið (NEC). Í kappingini, sum verður í dag og sunnudagin, luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland. Kappast verður í øllum greinum. Fríggjadagurin varðr brúktur til fyrireiking, har fimleikararnir sluppu at royna amboðini á podium. Kappingin verður skipað soleiðis, at tað bæði verður ein liðkapping, ein all-round kapping og ein amboðskapping. Í ferðaliðnum eru eisini landsliðsvenjararnir Razwan D. Selariu og Camelia M. Mindricel, sum seinastu árini hava sett høg mál fyri føroyskan amboðsfimleik, tveir altjóða dómarar og umboð fyri Fimleikasambandið, sum á ferðini fer at virka fyri, at Fimleikasambandið fær altjóða luttøku í FIG, altjóða fimleikasambandinum. Fylgjast kann við úrslitum v. m. á Facebooksíðuni hjá Fimleikasambandinum. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021 Sonni Eliassen enn einaferð evropameistari í kúlulyfting Fuglfirðingurin Sonni Eliassen vann herfyri gullheiðursmerki í evropameistarakappingini í kúlulyfting, ella kettlebell, sum varð hildin í svenska býnum Falum SkrivaÐ: Tíðindaskriv Sonni er royndur kúlulyftari, og vann í 2016 einki minni enn heimsmeistaraheitið fyri amatørar. Í 2018 bleiv hann evropameistarari í pro-bólkinum. Við HM í 2019 vann hann bronsu í pro-bólkinum. Nú vann hann so aftur EM-gull í pro-bólkinum. Sonni hevur eisini vunnið World Cup-kappingar og Cup of Scandinavia (NM) fyri bæði pro og amatør. Í amatør viga kúlurnar 24 kilo hvør, meðan tær í pro viga 32 kilo. Fram til hesa kappingina var Sonni í heilt góðari venjing. Hann venur í Fullpower í Klaksvík, sum hýsir nógvum kúlulyftarum. Vikuskiftið fyri kappingina fekk Sonni tó krím og høgan fepur. Allíkavæl kendist venjingin mánadagin væl, og vónirnar vóru tí góðar. Kappast varð í long-cycle, og fyrstu fimm minuttirnir við 2 x 32 kilo tungum kúlum gingu sum ætlað. Men so misti Sonni fyri fyrstu ferði í trý ár takið í høgru hond, og rytman fór. Komin upp á átta minuttir noyddist hann at seta kúlurnar niður áðrenn tíð fyri fyrstu ferð nakrantíð. Úrslitið varð 34 lyft upp um høvd. Persónliga metið er 49 lyft. Málið er at koma væl uppum 50 lyft. Undir venjing hevur Sonni lyft 52 ferðir. Við 2 x 24 kilo kúlum er besta úrslit í kapping 92 lyft og undir venjing 102. Korona avmarkaði hesaferð talið av luttakarum, og Sonni var tí einsamallur í upp til 68 kilo bólkinum. Vanliga kappast hann ímóti m. ø italienarum, ukreinum og svium. Umstøðurnar til kappingina vóru tó framúr. Lyft varð í eini ítróttarhøll av seks hallum í eini marghøll við svimjihyli, kropsvenjing, stavbólti og stríðsítróttarvølli. Í kúlulyfting verður oftast kappast í long-cycle, eisini nevnt clean and jerk ella stoyt eins og í vektlyfting. Lyftar verða tá tvær kúlur, ein í hvørji hond, so ofta upp frá strektum armum upp á bringuna og síðani upp um høvd so ofta sum gjørligt í 10 minuttir. Ikki er loyvt at seta kúlurnar niður. Aðrar eru kappingar snatch og biathlon. Kúlulyfting/kettlebell er gomul ítróttargrein, sum er í stórari framgongd. Í Russlandi er ítróttargreinin tjóðarítrótt. Í Føroyum er kúlulyfting partur av Føroya Styrkisambandi, sum Sonni umboðaði í Svøríki. Nýkosni meistarin hevur bara gott at bera altjóða umhvørvinum. Luttakarar, fyriskiparar og áskoðarar eru øll sera fyrikomandi, og knýtt eru vinarbond tvørtur um landamørk, átrúnað og politiska áskoðan. Næsta stóra kapping hjá Sonna er HM í Porto komandi ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021 NFL farið í luftina í Føroyum Talan verður um einn podd, ið verður sendur beinleiðis á FM 1 hvørt týskvøld komandi mánaðirnar, har nógv evni innan amerikanskan fótbólt verða viðgjørd Her lyftir Tom Brady Lombardi-steypið í Tampa í februar. Tosað verður um hann og nógvar aðrar leikarar og stríðið hjá liðunum um hetta steypið (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Størsta ítróttargreinin í USA hevur eisini vakt áhugan hjá nógvum føroyingum, og ynski hjá fyriskiparunum er at kveikja hann hjá fleiri, umframt at stimbra hann hjá øðrum. Hvørt týskvøld klokkan 20 komandi mánaðirnar verður ein NFL-sending at hoyra á FM 1, ið eisini kemur út sum poddur. NFL er tann ítróttargreinin, ið hevur nógv flest hyggjarar í USA. 22 sunnudagar um árið, serliga fyrsta sunnudagin í februar, er ein rúgva av fólki drigin til stóru og glæsiligu leikvallarnir og annars sjónvarpsskíggjar fyri at fylgja við serstaka leikinum. Talan er um nógva ferð, rástyrki, takklingar; talan eru í stóran mun um íðkarar í heimsflokki. Men tað er sannliga eisini talan um strategi, taktikk, ætlan, justering og dirvið til at gera tað stóra og tað rætta. Amerikanskur fótbóltur hevur fangað onnur enn tey, ið búgva í risastóra landinum fyri vestan, har tankarnir og verkætlanirnar eisini eru risastórar. Sjálvsagt er tað serliga NFL-National Fooball League. Greitt tann besta deildin við ítróttini í heiminum, har 32 lið (franchisees) hvørt ár kappast um at fáa fatur á Lombardi-steypinum og heitinum hjá amerikanarum: "Heimsmeistarar" Royndartíð komandi mánaðirnar Áhugin í Føroyum er vaksandi, og nú fer Føroya fyrsta NFL-sending av bakkastokki. Hvørt týskvøld, í fyrstu syftu fram til Super Bowl 52 er leikt, verður NFL-prát at hoyra á FM 1, og sendingin kann eisini hoyrast sum poddur. Tríggir vertir/fastir luttakarar vera í sendingini á FM 1:-Høvuðsvertur verður Arnar Lognberg. Hann er millum annað kendur fyri at vera formaður og venjari hjá Undrinum, men skopuningurin er eisini sterkur í NFL Fantasy-spælinum, ið helst eisini fer at vera eitt afturvendandi evnið í sendingunum. Í tí kappingini er Arnar frammanfyri hinar báðar, ið fast fara at manna sendingina. Læknin Aksel Kambsskarð Berg er ein av Føroya bestu til at diagnosera støðuna í NFL. Hann hevur fylgt væl við NFL í drúgva tíð, og havnarmaðurin er høvuðsstigtakari til nýggju verkætlanina at hava eina NFL útvarpssending/podd. Til at supplera teir verður klaksvíkingurin Agnar Prestá. Hann plagar at skriva og annað fyri Portalin, men útyvir at fylgja væl við serliga fótbóltin, so fyllir ítrótturin við tí ovala bóltinum eisini rættiliga nógv hjá honum. Fyrsta sending við hesum trimum var týskvøldið, og poddurin verður tøkur á netinum skjótast møguligt eftir at sendingin hevur verið. Sendingarnar vera upp til ein tíma til longdar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021 Klæmint gjørdi tað, sum eingin annar hevur megnað Rituvíkingurin stýrdi einum innleggi frá Jákupi Biskopstø Andreasen fram við Kasper Schmeichel, ið ikki hevði latið nakað mál inn frammanundan í undankappingini, og so var føroyskur fagnaður-níggjunda málið hjá Klæminti Andrassyni Olsen á landsliðnum var minniligt Mál móti Danmark og Schmeichel í Parkini, javnur við Toda á níggju landsliðsmálum og so úr blusuni framman fyri yvir 2.000 føroyingum, ið flippa út (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Nummar ellivu kom inn fyri skadda Jóan Símun Edmundsson tíðliga í seinna hálvleiki. Hann stríddist væl, og fekk seint í dystinum ein stóran málmøguleika-tann fyrsta veruliga hjá Føroyum, tá Føroyar spældu væl í vinstru síðu og Jákup Biskopstø Andreasen legði framúr væl inn til aftaru stong. Har hevði Klæmint, sum so ofta fyrr funnið pláss, og kom væl upp, men Schmeichel, ið royndi at halda málið reint fyri níggjunda dystin á rað í undankappingini, bjargaði stórt. Næstan beint eftir hetta syrgdi Klæmint Andrasson Olsen fyri, at eldur kom í føroysku áskoðarnir, og at so at siga Parkini fekk ein skelk og tagdi: Innkaast í høgru, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera Hjalt Mohr. Innskifti vongbakkurin spældi hart inn á Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður-bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg-uppum Simon Kjær og fram við Schmeichel-til 2-1. Danir vóru skelkaðir, og føroyingar tevjaðu blóð-millum annað frálíku og larmandi áskoðararnir aftanfyri danska málið-men Joachim Mæhle svaraði framúr væl aftur í yvirtíðini, og staðfesti harvið donska sigurin og syrgdi fyri, at danir aftur kundu fegnast. 3-1 er eitt úrslit, sum føroyska liðið væl kann livað við og heildaravrikið var gott í tí á pappírinum torførasta dystinum í undankappingini |
Heiðraðu trimum fólkum innan ferðavinnuna SíÐa 13 Annika Smith afturvald í Keypmannahavn SíÐa 34 Koronutilmælini eru løgfrøðiligir trupulleikar SíÐa 3 Effo besta úrslit nakrantíð í 2020 SíÐa 11 Skoraðu tvey mál á útivølli fyri fyrstu ferð í yvir fimm ár SíÐa 41 1 Leygardagur 20. november 2021 Góðan lesihug og gott Vikuskifti Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 Oddagrein Marglætisprojekt Hvussu glaðir floksfelagarnir og veljararnir hjá Heðini Mortensen eru um ætlanirnar um at byggja stóra høll til hondbólt við Stórutjørn, kann ein bara gita seg til. Men undarligt er tað at síggja, at tann politikarin, sum í dag arbeiðir harðast fyri at støðga ætlanini, skal vera fyrrverandi borgarstjórin í Havn. Ikki tí at hon er fyrrverandi borgarstjóri, tí tað er ein sannroynd at hesir báðir høvuðkambarnir í stríðnum um borgarstjórasessin í Havn til eina og hvørja tíð gera tað, tey kunnu, fyri at skala umdømið hjá hvørjum øðrum. Tað undarliga er, at tað er fólkafloksumboðið í býráði og á løgtingi, sum gongur á odda í herferðini. Tí eitt er vist. Leisturin, sum Førya Arena-projektið er skorin eftir, átti at verið sum søtur tónleikur í einum fólkafloksoyra–ideologiskt sæð. Sambært stigtakarunum–nøkrum vinnu- og handilsmonnum í býnum, ideologiskt væl kjølfestir á leið har, ið fólkaflokkurin finnur sínar stuðlar, tora vit at gita–verður høllin jú ikki bara bygd fyri at nøkta ein átrokandi tørv hjá nøkrum innandura ítróttagreinum við stórum altjóða ambisjónum. Nei, høllin skal skapa virksemi–les umsetning–í nærumhvørvinum og kring landið, sum kann gagna atknýttu vinnuni, t. e. flutnings-, gistingar-, matstovuvinnan og líknandi vinnur. Hon er, sum tingkvinna, farin til landsstýrismannin við vinnumálum at leita sær eftir grundgevingum fyri at støðga ætlanini. Tykist tað sum. -Ber tað til at seta pengar í eina slíka verkætlan uttan hon verður boðin út? vil hon hava landsstýrismannin at svara uppá. Íðann, veit hon, ið sat sum borgarstjóri fyri bara einum ári síðani ikki tað? Hava vit hug at spyrja. Borgarstjórin, sum stóð fyri at liðugtgera verkætlanina Tórsvøll, sum av heilt nógvum varð hildin at vera eitt nógv størri øðrvitisprojekt enn Føroya Arena tykist vera, men sum bert tey fægstu høvdu viljað verið fyriuttan í dag. Helst er tað langhylsætlanini, sum undanfarni borgarstjórin ber ótta fyri. Henda verkætlanin hevur frá upphavi verið hennara hjartamál at fáa ígjøgnum, men tað eydnaðist ikki fyrr enn á valskeiðsins evsta fundi. Eitt projekt, sum núsitandi politiska leiðsla á Vaglinum-eins smáliga sum fyrispurningurin til landsstýrismannin-heldur enn gjarna niðurger. So nógv, at ein av sonnum kann óttast fyri, at langhylurin enn er í vanda fyri at blíva offraður til frama fyri aðrari marglætisætlan, sum núverandi stýri heldur vera meira átroðkandi. Hevði tað ikki hjálpt við at víst eitt sindur av virðing fyri ætlanunum hjá hvør øðrum? Og fyri givnum lyftum og ikki minst pengunum hjá skattaborgarunum í kommununi. SkrivaÐ: Blaðið Stovnað 2020 Útgevari: Knassar Upplag: 2659 Lisnar síður: 14633 Dagført 10. hvørt sekund tel. 20 80 80 redaktion @ knassar. fo Redaktørur ingi @ knassar. fo Lýsingarráðgevi borgar @ knassar. fo tel. 23 66 01 Birgir Waag Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir @ knassar. fo tel. 28 44 44 Kaj Leo vil yvirtaka epidemilógina Landsstýrið rindar longu allar útreiðslur av hesi lóggávuni í Føroyum–tí hevur ein yvirtøka ikki eyka fíggjarligar útreiðslur við sær Kaj Leo Holm Johannessen tekur upp mál um yvirtøku á landsstýrisfund í dag SkrivaÐ: Tað skal verða lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja, men tað er ein trupulleiki, tá epidemilógin er danskt málsøki. Tað heldur landsstýrismaðurin við heilsumálum, sum á landsstýrisfundi í dag fer at seta fram ynski um yvirtøku av epidemilógini. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, skjeyt á landsstýrisfundi í vikuni upp, at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, verður yvirtikin á føroyskar hendur. Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni. Ynskið hjá landsstýrismanninum er ein beinleiðis avleiðing av koronufarsóttini. Í Heilsumálaráðnum verður mett, at epidemilógin, hvørs formliga danska navn er“ Lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, kann yvirtakast beinleiðis uttan samráðingar við danir. Landsstýrið rindar frammanundan allar útreiðslurnar av epidemilógini í Føroyum, og tí verður heldur ikki mett, at yvirtøkan hevur eyka fíggjarligar útreiðslur við sær fyri landskassan. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 3 Leygardagur 20. november 2021 Koronutilmælini eru løgfrøðiligir trupulleikar Búskapar- og løgfrøðingafelagið finst at landsstýrinum fyri ikki at vilja kreppustýra við lóggávu SkrivaÐ:“ Inntriv verða ikki meira inntrívandi fyri tann einstaka av, at tey hava heimild í lóg. Eitt møguligt“ tilmæli” um, at tað ikki skulu verða fleiri enn 10 fólk, sum savnast (stig 3, reytt), verður sostatt ikki meira inntrívandi, um løgtingið hevur havt høvi til at taka støðu til, um landsstýrið skal sleppa at avmarka grundleggjandi rættin at savnast, tá heilsumyndugleikarnir meta, at smittutrýstið er serliga stórt. Tvørturímóti gevur hetta fólkavalda løgtinginum og almenninginum møguleika at taka støðu og kjakast um, hvar markið eigur at ganga og hvussu atlitini skulu vigast. Harumframt gevur hetta eisini dómstólunum møguleika at royna, um avgerðir og møgulig inntriv eru lóglig. Hetta hevði betra um rættarstøðuna hjá øllum borgarum.“ Soleiðis ljóðar niðurstøðan og“ tilmælið” til landsstýrið í eini viðmerking, sum løgfrøðingarnir Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen, hava almannakunngjørt. Tær báðar eru ávikavis næstforkvinna og forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tær vísa í frágreiðingini á, at tað er ein løgfrøðiligur trupulleiki, at landsstýrið hevur valt at stýra koronakreppuna uttan at lóggeva á økinum. Tær vísa á, at tað ikki er ein leistur í einum rættarsamfelag at brúka á einum øki, tá tað er av so stórum týdningi at fáa fólk at akta. Ein trupulleiki er, at tríbýtta valdið verður brotið, tí løgtingið ikki hevur møguleika at hava eftirlit–parlamentariskt kontroll–við tí, sum landsstýrið ger. Og rættarskipanin verður eisini sett úr gildi, tá tilmælini ikki byggja á lóggávu. Løgfrøðingarnir undra seg eisini yvir, at landsstýrið brúkar orðingar sum“ tilmælini koma í gildi á midnátt”, tá hugtakið‘ gildikoma’ vanliga verður brúkt í sambandi við lóggávu. Alt skrivið hjá teimum báðum, Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen kunnu lesast á lesarin. fo: Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 Løgmaður heldur at øll eiga at kannast við markið-Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað. Men Farsóttarnevndin eigur avgerðina, sigur Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað er Farsóttarnevndin sum eigur avgerðina-ikki landsstýrið. Tað sigur løgmaður í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, sum spurdi um koronukanningarnar á flogvøllinum fyrr í vikuni. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur gjørt skjótt av, og hevur longu svarað grein 52 fyrispurninginum. -Koronakanningar hava, sum kunnugt, ikki verið við markið síðani 31. august 2021. Men frá 15. november hevur Farsóttarnevndin gjørt av, at øll sum koma til Føroya, og sum ikki kunnu vísa koronapass, skulu kannast fyri korona. Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað, men tað er Farsóttarnevndin, sum hevur heimildirnar at gera hetta av, sigur Bárður á Steig Nielsen í svarinum. -Landsstýrið hevur alla tíðina havt ta støðu, at tey sum ferðast, eisini sjálvi mugu bera tann kostnað, sum stendst av teim tiltøkum, sum sett eru í verk við markið fyri at forða teimum í at bera smittu til landið, skrivar løgmaður víðari. Løgmaður svarar at tað er ilt at meta um, hvat kostnaðurin verður av kravdum koronukanningum við komu til Føroya næstu mánaðirnar, tí at treytirnar eru so óvissar. -Við umbøn um eykajáttan er biðið um 2 milliónir krónur til kanningar fyri koronu við komu til landið frá 13. november og árið út. Tað er ein minni partur av teimum ferðandi, ið ikki hava koronapass, og tí skulu kannast við landamarkið, skrivar Bárður á Steig Nielsen. -Avtalan við veitara er 250 krónur fyri hvørja kanning umframt 5000 krónur fyri hvørt flogfar. Tó í mesta lagi fyri fýra flogfør um dagin. Henda avtalan er fyrst galdandi í 14 dagar. Løgmaður var eisini spurdur um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafólk, koppsett og ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað áður var galdandi. -Vit eru nú á einum vegamóti. Um vit skulu taka gjald bert frá teimum sum verða kannaði við komum, so krevst at lógin um smittandi sjúkur verður broytt soleiðis at heimild er fyri at sena rokning til tann einstak, sum verður kannaður við markið. Tað verður tó helst ikki í bræði, tí fyrst skal farsóttarmálsøkið yvirtakast, og tað vita vit av royndum, at tað kann taka tíð, svarar Bárður á Steig Nielsen í svari til Beintu Løwe. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Ingilín D. Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin hevur sett Jenisi av Rana grein 52-spurning, har landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá um hann er koppsettur til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstírðsmaður við uttanríkismálum, um hann hevur verið í einum brúdleypi, har fleiri fólk vórðu testað positiv, og um hann eftir hetta brúdleypi fór uttanlands í almennum ørindum uttan at hava verið í sóttarhaldi. Seinasta freist at svara spurninginum er týsdagin 23. november. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Undrast á, at ókoppsett verða kannað ókeypis meðan koppsett mugu rinda Hvør er ætlanin við kanningum við landamørkini. Tað vil Beinta Løwe hava løgmann at svara (Savnsmynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Sverri Egholm Síðani leygardagin eru koronukanningar aftur gjørdar við landamøkini. Men hesaferð eru tær ókeypis-ókeypis fyri tey sum ikki eru koppsett. Hini, tey sum eru koppsett, hava verið smittað ella hava nýggja test og harvið hava koronupass, skulu ikki kannast, og kunnu tí ganga fram við kanningarbásunum við at vísa passið. Um tey við koronupassið ynskja, at lata seg kanna kortini, skulu tey rinda fyri hetta. Tað undrar Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at kanningarnar eru ókeypis fyri ókoppsett, og hon hevur sett Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, ein grein 52 fyrispurning um málið. Hon spyr hví kanningarnar eru ókeypis, og hvussu nógv løgmaður væntar, at kostnaðurin hjá landskassanum fara at vera av hesum. Hon spyr eisini um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafolk, koppsett sum ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað var áður. -Løgtingið hevur áður samtykt, at ferðafólk sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningar við markið, men tann skipanin er ikki í gildi longur. Hetta spardi føroyska skattgjaldaranum nógvar milliónir, skrivar Beinta Løwe í viðmerkingunum. -Tí kann tað tykjast undranarvert, at kanningin av ókoppsettum ferðandi nú er ókeypis, at skattgjaldarin skal rinda fyri hetta, meðan tey koppsettu ferðandi sjálvi skulu rinda, um tey ynskja at verða kannað við komu til landið, sigur tingkvinnan. Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Hevur tú koronupass, men kortini ynskir at lata teg kanna, skalt tú rinda fyri kanning á flogvøllinum. Men tað eru dømi um, at fólk velja at siga ósatt fyri at vera kannað fyri koronu ókeypis (Skíggjamynd: Kvf. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm Tað eru dømi um fólk, sum hóast tey hava eitt galdandi koronupass, velja at siga ósatt fyri at fáa eina ókeypis kanning á flogvøllinum. Hetta segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, við Dag og viku hóskvøldið. Skipanin er soleiðis, at tey, sum ikki kunnu vísa á eitt koronupass við komu til landið, skulu kannast fyri koronu. Hetta er ein ókeypis kanning, men bara fyri tey sum ikki hava áðurnevnda pass. Hevur tú koronupass, men ynskir at lata teg kanna fyri at binda um heilan fingur, skal ein rinda 390 krónur. Hetta kom í gildi leygardagin, fyri knappari viku síðani. Thetis, sum ger kanningarnar á flogvøllinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at tvey til níggju fólk úr hvørjum flogfari verða kannað á flogvøllinum, tí tey einki koronupass hava. Umleið sama tal velur at rinda fyri kanninga hóast tey hava koronupass. Men dømi eru um at fólk villeiða og missbrúka skipanina fyri at sleppa undan at gjalda. -Endamálið við hesum, sum vit hava skilt tað er, at tey sum skulu kannast eru tey sum ikki eru koppsett. Vit fáa sjálvandi kanna við dokumentatión um fólk eru koppsett, men tey sum siga seg ikki vera tað, verður torført hjá okkum at gera nakað við. Tað hava vit ikki amboð til, segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn við Dag og viku. Hava tit nakað dømi um fólk hava lumpa? -Eg veit ikki um skulu kalla tað at lumpa, men ja, tað eru dømir um tað, sigur hann. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Heita á myndugleikarnar at taka koronupassið úr gildi-Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar-við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting, siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavnan (Mynd: Korona. fo) SkrivaÐ: Sverri Egholm-Við hesi undirskriftainnsavning mótmæla vit, at munur verður gjørdur á koppsettum og ókoppsettum føroyingum við at krevja koronupass. Tað siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavning, sum hevur heitið“ Nei til koronupass í Føroyum”. Heitt verður á myndugleikarnir um at seta koronupassið úr gildi aftur sum skjótast. -Um so er, at smittustøðan í landinum ger tað neyðugt prógva, at tú ikki ert sjúkur og ber smittu við tær, so eiga øll, sum kunnu bera smittu, at prógva hetta, ikki bara ein lítil minniluti. Hetta nýtist okkum ikki nakað koronupass til. Koronupassið ger mun á fólki, skerjir frælsið óneyðugt, skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar. -Tá koronupassið varð bílagt, fingu vit at vita, at tað skuldi ikki brúkast í Føroyum, men var fyri at geva útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, eina smidliga føroyska loysn. Vit hava eisini fingið endurtikin lyfti um, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi. -Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur, siga fyriskipararnir, sum leggja afturat at Føroyar skal vera eitt land fyri allar føroyingar. -Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar-við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting. Koronupassið kom í gildi fyri viku síðani. Fyri at fáa eitt galdandi koronupass er neyðugt við minst tveimum prikum, fyrrverandi smittu ella negativa koronukanning. Passið verður brúkt fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, harn nógv fólk vitja. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 Ov nógv avoyggjafólk kanna seg í Vágum Meira enn triði hvør, sum fer til koronukanning í Vágum, kemur aðrastaðni frá. Tað eru Vága kommuna og Søvágs kommuna sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum (Savnsmynd) SkrivaÐ: Sverri Egholm Seinastu vikuna hevur Vága kommuna, í samstarvi við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg pota í Vágum. Átakið hevur eydnast serstakliga væl, tí í miðal hava umleið 400 fólk latið seg potað tríggjar ferðir um vikuna. Endamálið hjá kommununum í Vágum, at fara undir hetta átak var, at lætta um hjá borgarum í oynni at sleppa framat at verða potað. -Hetta er eydnast, og okkara borgarar hava verið fegnir um átakið. Men tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum, ið hava latið seg pota seinastu vikuna í Vágum, koma aðrastaðni frá í landinum, enn úr Vágum, meira enn triði hvør, siga kommunurnar í fráboðan. Tað eru Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum, t. v. s. skattgjaldarar í Vágum gjalda fyri, at tey sleppa undan at fara til Havnar ella Klaksvíkar, og tí er potistøðin ognað teimum, verður sagt. Kommunurnar í Vágum heita tí á avoyggjafólk, um vinarliga at leita sær til eina potistøð hjá landsmyndugleikunum ella at heita á sína kommunu um at taka lut í útreiðslunum, ið Sørvágs og Vága kommunur hava av kommunalu potistøðini. -Tey skulu vera meira enn vælkomin vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Effo besta úrslit nakrantíð í 2020 Árið 2020 hilnaðist framúr væl hjá Pf. Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist knappar 40 milliónir krónur (Mynd: Effo. fo) SkrivaÐ:-Føroyska orkufelagið Effo, sum í 2007 kom aftur á føroyskar hendur, hevur verið ein framúr góð íløga hjá teimum føroysku íleggjarunum, sum tá settu pening í felagið. Tilsamans hava rakstrarúrslitini eftir skatt hesi árini verið heilar 321 milliónir krónur, harav meginparturin, góðar 300 milliónir, eru goldnar partaeigarunum sum vinningsbytið síðstu árini. Árið 2020 hilnaðist eisini framúr væl hjá Pf. Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist 39,8 milliónir krónur, sum er besta úrslitið hjá føroyska felagnum nakrantíð. Effo hevur stórt virksemi í Føroyum. Virksemið umfatar sølu av oljuúrdrattum til húsarhald, skip, virkir, flogfør, akfør, umframt mat- og skundvørur á Effo-støðum kring landið. Harumframt eigur Effo bygningar, effo-støðir, oljugoymslur og partabrøv eitt nú í Vindrøkt, sum framleiðir vindorku í Føroyum. Samlaða sølan hjá Effo í 2020 gjørdist 770 milliónir krónur, í mun til 920 milliónir í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 16,3 prosent. Orsøkin til minkaðu søluna er sambært roknskapinum hjá Effo eitt stórt fall í oljuprísinum í 2020, og at dollarakursurin eisini fall nakað. Upplýst verður, at sjálv sølan av oljuúrdráttum vaks í 2020. Bruttovinningurin, sum er munurin millum samlaðu søluna og framleiðslukostnað, øktist úr 130 milliónum krónum í 2019 til 139 milliónir í 2020. Talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent. Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 50 milliónir krónur í 2020 samanborið við 45 milliónir í 2019. Ein vøkstur á 11,6 prosent. Ársúrslitið fyri 2020 gjørdist eitt avlop á 38,8 milliónir krónur, samanborið við 34,3 milliónir í 2019, sum er ein vøkstur á 13,2 prosent. Landskassin fær 10,8 milliónir í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020. Fíggjarjavnin hjá Effo var samanlagt 278,7 milliónir krónur í 2020. Støðisognin var í 2020 íalt 155,6 milliónir krónur í mun til 150,8 milliónir í 2019. Hinvegin er ogn í umferð minkað úr 128,9 milliónum til 123,0 milliónir krónur í 2020. Samlaða skuldin hja Effo er økt úr 125,5 milliónum í 2019 til 177,9 milliónir krónur í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 52,4 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá Effo var í 2020 íalt 99,6 milliónir krónur, sammett við 153,7 milliónir í 2019. Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum viningsbýtið í 2020 á 82,7 milliónir krónur. Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 55 prosentum í 2018 til 36 prosent í 2020. Vanliga verður mett at trygdarevnið yvir 30 prosent er rímuliga gott. Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er minkað úr 119 prosentum í 2019 til 76 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 18 milliónir krónur. Stafestast má, at Effo er ein væl rikin fyritøka, sum hevur kunna víst góð og støðug rakstrarúrslit síðstu árini. Effo hevur harnæst verið ein framúr góð íløga hjá partaeigarum felagsins. Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2020 var 97 ársverk. Stjóri í Effo er Janus Thomsen. Nevndarformaður er Árni Rasmussen. Størstu alment skrásettu partaeigararnir í Pf. Effo eru: Pf. Tjaldur, Kolan Aps, Spf. FramInvest, Pf. LÍV og Pf. Varðin. Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Spf. Nira. www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Tavan 4,9 milliónir í avlopi í 2020 3,5 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti (Savnsmynd) SkrivaÐ:-Tá stóra búskaparkreppan var í hæddini í 1990 unum, og flest øll fiskavirkir í Føroyum vóru farin á húsagang, brutu Ingvar Joensen saman við øðrum vinnulivsmonnum í Leirvík upp úr nýggjum og stovnaðu í 1994 eitt nýtt gulllaksavirkið, sum fekk navnið Tavan. Virkið skuldi burturav virka gullaksafars til matna, til nýggjar marknaðir úti í heimi. Í dag framleiðir Tavan eisini annan botnfisk, og ikki minst pelagiskan fisk, so sum sild og makrel, sum verður verður víðari góðskaður á virkinum. Tavan hevur havt stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Leirvík, umframt at virkið er eitt stórt og støðugt arbeiðspláss í bygdini. Sambært roknskapinum starvaðust 53 fólk í meðal á Tavuni í 2020. Tað hevur gingið fíggjarliga væl hjá Tavuni síðstu árini og úrslitini hava sum heild verið góð, og virkið er støðugt útbygt og nútímansgjørt. Spf. Tavan kundi í 2020 aftur visa ein góðan roknskap, sum tó ikki er tann besti hjá felagnum. Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin minkaði úr 29,5 milliónir krónur í 2019 til 26,3 milliónir krónur í 2020. Talan er um eitt fall í bruttovinninginum á 10,8 prosent. Starvsfólkakostnaðirnir í 2020 vóru 18 milliónir sammett við 21,1 milliónir krónur í 2019, sum er ein minking á 14,7 prosent. Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 8,3 milliónir krónur í 2020, sum er nærum óbroytt í mun til 2019, tá ebidta var 8,4 milliónir. Partafelagsskattur av úrslitinum áðrenn skatt í 2020 var 1,1 milliónir krónur. Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist tí eitt avlop á 4,9 milliónir krónur. Úrslitið í 2019 var 4 milliónir krónur. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 21,9 prosent. Spf. Tavan hevði við árslok 2020 ein eginpening á 47,6 milliónir krónur. Trygdarevnið, sum er er eginogn í mun til samlaðu ogn og skyldur var 84 prosent, sum verður mett at verða sera gott. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 56,4 milliónir, harav fastar ognir 9,9 og ognir í umferð vóru 46,5 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 12,9 milliónir krónur. Vørugoymslunar við árslok 2020 vóru 21,9 milliónir. Felagið hevði við árslok 2020 onga langfreistaða skuld meðan stuttfreiðstaða skuldin var 8,5 milliónir, samanborið við 10,8 milliónir krónur í 2019. Gjaldførið var sera gott í 2020, har gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var heili 547 prosent sammett við 446 prosent fyri 2019. Spf. Tavan er tí ein fíggjarliga sterk fyritøka, sum bæði kann vísa á ein góðan rakstur síðstu árini, og hevur ein høgan eginpening, onga langfreiðstaða skuld og hevur eitt gott gjaldførið. Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,5 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar. Eigarar av Spf. Tavuni eru Spf. Largo, Spf. J. E., Spf. JMR, Norðoya Íløgufelag og Insula AS, sum er eitt norskt felag. Stjóri í Tavuni er Joen Magnus Rasmussen og nevndarformaður er Ingvar Joensen. Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www. nira. fo Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2021 Heiðraðu trimum fólkum innan ferðavinnuna Sunniva Arge, Tummas Láadal og ferðamannaskipið Norrøna vóru heiðrað á Ferðavinnustevnuni Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, Sunniva Arge, Hotel Hafnia, og Tummas Láadal, Hotel Føroyar (Mynd: Vinnuhúsið) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum fríggjakvøldið vórðu heiðursbrøv handað til fólk í ferðavinnuni. Ársins ferðavinnufólk: Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan. Sunniva Arge, sum hevur starvast í skjótt 30 ár á Hotel Hafnia, fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:“ Hon er álitið sjálvt. Altíð til reiðar at hjálpa, eisini tá ið tað ikki er hennara uppgáva. Trúfesti hennara røkkur langt út um egið arbeiðspláss. Hon er altíð klár við eini hjálpandi hond til øll í ferðavinnuni. Hon dugir at síggja tað stóru myndina og virðið av samstarvi í vinnuni. Øll kenna hana, og øll ringja til hana. Hon er arbeiðssom sum fáur. Hon hevur ongantíð frí og heldur ikki feriu uttan teldu. Hon góðtekur ikki órøkjuskap, og tað fáa fólk at vita uppá hennara máta. Hetta verður góðtikið, tí at í roynd og veru er hon ein inspiratión og fyrimynd fyri øll rundan um seg.” Ársins nýbrot: Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum. Tað var Norröna, sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:“ Í svartastu kreppu í ferðavinnuni vístu tey dirvi. Hóast eingi ferðafólk sluppu til Føroya, fóru tey í holt við stórar broytingar fyri at røkka nýggjum málbólkum og at lyfta góðskustøði. Hon var eingin ársungi longur, so ábøtur kravdust. Talan bleiv tó um eitt fullkomið hamskifti og eina heilt nýggja útsjónd. Hon vaks í vavi, og íløgan var stór. Í eini myrkari tíð var hetta eitt ljóspunkt, sum varskógvaði álit á framtíðina og dirvið at seta nýggjar og stórar ætlanir út í kortið og stevna móti tí ókenda.” Ársins eldsál: Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin. Tummas Láadal á Hotel Føroyum var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:“ Vit kenna hann øll. Trúfastur, álítandi og hjálpsamur. Hann stýrir sítt øki við fastari hond. Við dugnasemi meðan alt hurlar rundan um hann. Hann er eygað í ódnini. Hann hevur verið við til at byggja upp eina tænastuvinnu, og hann hevur als ikki lagt frá sær. Hann heldur fram at finna uppá, laga til og stremba eftir tí lýtaleysa avrikinum. Hegnisliga stendur hann á odda fyri einum tiltaki fyri og øðrum eftir. Hann hevur tendrað mangan neista og er ein sonn eldsál.” Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri kunningarstovurnar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Fýra ikon innan føroyska matlist Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni verða heiðraðir í nýggju matstovuguidini, FaroeBest SkrivaÐ: Um so var, at ætlaði galladøgurin hevði verið hildin sunnukvøldið í sambandi við at nýggja matstovuguidin Faroe Best varð løgd fram, so hevði tað nokk eisini verið hildið loyniligt hvørjir persónar vórðu kosnir ikon, halgimyndir, ella serligar fyrimyndir fyri føroyska matlist. Men nú er tiltakið útsett til februar, og tí er tað í dag vorðið greitt og alment, at teir fýra ikoniseraðu matpersónligheitirnar eru Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni. Leif Sørensen er ikoniseraður fyrr av Bent Christensen og hansara Den danske Spiseguide. Tað var í 2017, tá hann fekk henda heiður fyri sítt arbeiði við at menna góðan mat úr føroyskum rávørum, og fyri at hava verið við, tá tað norðurlendska manifestið fyri Ny Nordisk Mad, varð undirskrivað í 2013–ein ætlan, ið hevur verið ein leiðandi viti fyri norðurlendskar matstovur hesi seinastu árini, og sum eisini fær heiðurin fyri, at norðurlendskar–og eisini føroyskar–matstovur eru komnar so langt hesi seinastu árini. Leif Sørensen var annar føroyingur, ið varð hevjaður til ikon í Den danske Spiseguide. Hin er Jan Restorff, vælumtóktur vertur á donsku michelinmatstovuni Søllerød Kro. Nú føroysk ikon skuldu kjósast í sambandi við úgváguna av Faroe Best, varð tið hildið at vera eitt gott høvi til enn einaferð at gera vart við tað íkast, sum Leif Sørensen hevur gjørt fyri føroyska matmentan. Hini ikonini eru Gutti Winther, kokkur, serliga kendur frá sínum sjónvarpsframleiðslum–Spískamarið. Seinastu tíðina hevur hann eisini havt egi virki við katering, altso at matgera til samkomur‘ úti í býnum’. Og so fryntligi verturin og víntænarin í matstovunum Heima í Havn, John Mikkelsen, og navnfræmi kavarin, skiparin og kokkurin, Birgir Enni, sum verður sagdur at vera tann, ið lat eyguni hjá føroyingunum upp fyri etandi ríkidøminum í sjónum–matur, ið ikki endiliga nýtist at verða kókaður ella stoktur áðrenn tú setir tenninar í hann, eitt nú tari, øða, krabbi og igulker. Grundgevingarnar fyri at geva hesum fýra henda serliga heiður ljóða soleiðis. Teksturin er leysliga týddur úr enskum. Leif Sørensen: Tá mentanarsøgan inniber mat sum grundarlag fyri at yvirliva, so gerst føroyski kovin ein skitsa í umbroytingini frá at hava verið tað alneyðuga í øldir til í nútíðini at vísa seg at vera eindømis smakkir, ið einans hendingaferðir náa øðrum londum. At greiða mongu brigdini í náttúruni og njótingina av smakki við kreativari hugsan, vitan og við hjálp at nýmótans tøkni, at vekja undran í gastronomiska heiminum bæði innan- og uttanlands–tað er eyðkennið hjá Leif Sørensen. Við allari virðing, er Leif heilin aftan fyri arvin, sum gastronomiski pallurin í Føroyum byggir á. Hann er ein sonn halgimynd–ikon. Gutti Winther: Fyri Gutta Winther er matur tað sama sum framúrskarandi føroyskar rávørur frá fjalli, vatni og sjógvi, frá tí, ið grør í náttúruni og frá tí, ið verður dyrkað, frá soppum og urtum til røtur, lamb, villinikjøt og bjargafugl. Siðsøga og skapanarevni fylgjast. Miðlan er hansara styrki John Mikkelsen: Nógvar dygdir eru neyðugar sum matstovuleiðari. Tað er ikki bara ansa eftir, vera til staðar, tæna, práta meðan meðan skynsemiskynsstrið (the art of discretion) verður sýnt. At kunna týða ynski og væntanir gestanna er ein av nógvum talentum, sum John Mikkelsen eigur. Birgir Enni: At vera veiðimaður er ein virðismikil menniskjalig dygd, ið Skaparin hevur hugsað um. Tað er ikki ein og hvør, ið eg gávaður við hesi dygd, ið skapar gleði fyri so mong. Birgir Enni er ímyndin av einum veiðimanni Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Faroe Best: Koks er ársins matstova í Føroyum Nýggj matstovuguide hevur kosið Janus Sørensen til ársins kokk og Hallartún til ársins gjøgnumbrot á matstovuøkinum. 13 heiðurslønir verða givnar tilsamans Janus Einar Sørensen, her saman við medkokkinum á Húsagarði, Rannvá Beder (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Koks er (framvegis) besta matstova í Føroyum, og er eisini vald til ársins føroysku matstovu í nýggju føroysku matguidini, Faroe Best 2021, sum júst er givin út á sama forlagi, sum eisini gevur út Den danske Spiseguide. Men tað eru so nógva aðrar matstovur, sum fáa uppibornan heiður í Faroe Best 2021. Hallartún, sum er matstovan á Hotel Hilton Garden Inn verður mett sum ársins gjøgnumbrot, meðan Janus Einar Sørensen á Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan, er ársins kokkur (Chefprofile, inspiring, modern anno 2021) sambært Faroe Best. Harvið eru teir tríggir stóru aktørarnir, sum virka á økinum–Gist & Vist, Hilton/Atlantsflog og Hafnia/Brandan/Smyril Line–umboðað í teimum heiðurslønunum, sum kunnu metast at vera tær tungastu. Ætlanin var, at handanin av heiðurslønunum skuldu fara fram á einum galladøgurða sunnudagin, men hesin er nú útsettur til 6. februar. Men avdúkingarnar eru nú almennar við tað at bókin er tøk at keypa umvegis www. booksforcooks. dk Vinnararnir eru hesir: Ársins matstova: Koks. Hini tilnevndu: Húsagarður, Munkastova og Hallartún Ársins gjøgnumbrot: Hallartún. Hini tilnevndu: Munkastova og Húsagarður Ársins kokkaprofilur: Janus E. Sørensen, Húsagarður. Hini tilnevndu: Poul Andrias Ziska, Koks, Áki Herálvsson, Hallartún, og Teitur Christiansen, Fútastova Ársins sommelier (víntænari): Karin Visth, Koks. Hini tilnevndu: Ólavur í Búrstovu, Hallartún, og Moritz Müller, Ruts Ársins matstovuprofilur: John Mikkelsen, Áarstova. Hini tilnevndu: Ólavur í Búrstovu, Húsagarður og Mike Uhre, Munkastova Ársins kjøt: The Tarv. Hini tilnevndu: Áarstova og Hallartún Ársins fiskur/skeljadjór umframt ræst: Munkastova (matstovan umborð á Norrønu). Hini tilnevndu: Barbara, Ræst og Etika Ársins omaná/kaka: Munkastova. Hini tilnevndu: Hallartún og Húsagarður Ársins vín & avec: Húsagarður. Hini tilnevndu: Koks og Hotel Føroyar Ársins grøna borðreiðing: Ruts (matstovan á Hotel Føroyum). Hini tilnevndu: Hallartún Ársins appetizers/breyð: Koks. Hini tilnevndu: Munkastova og Húsagarður Ársins smyrjibreyð: Fiskastykkið í Sandavági. Hini tilnevndu: Bitin og Munkastova Ársins gist og et stað: Hilton Garden Inn. Hini tilnevndu: Hotel Brandan og Hotel Føroyar Karin Visth, ársins víntænari John Mikkelsen, ársins matstovuprofilur (Savnsmynd: Birgir Kruse) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Hesar 18 matstovurnar fáa viðmæli í Faroe Best Besti karakterur í hesi guideni er ein Globus, sum verður givin teimum matstovunum, sum eru í absoluttum heimsflokki. So langt er ongin føroysk komin enn. (Instagrammynd: Koks) Næstbesti karakterur eitur EEE, stendur fyri‘ Europa Exclusive Elite’, sum kann metast við tríggjar stjørnur hjá Michelin. Og her finna vit matstovuna Koks. Síðan kemur karakterurin Sól, ið er ætlaður matstovum, sum stremba eftir og hava møguleika at koma upp á EEE-støði. Heldur ikki her er nøkur føroysk. Harnæst koma stjørnurnar. Tríggjar stjørnur verða givnar fyri matstovur har trygd er fyri altíð at fáa mat, tænastu og vínúrval á (donskum) toppstøði. Tvær stjørnur verða givnar matstovum ið geva eina avbjóðandi og spennandi uppliving og køna vegleiðing viðvíkjandi víni. Ein stjørna verður givin matstovum, ið liggja oman fyri (danskt) meðal á sínum øki. Herundir er eisini ein‘ knívur & gaffil-kategori’ ið verður givin matstovum við‘ áhugaverdum køki og góðum prísstøði’. (Instagrammynd: The Tarv) Hesar matstovur fáa 3 stjørnur: Hallartún, Húsagarður, Munkastova og The Tarv Hesar matstovur fáa 2 stjørnur: Áarstova, Barbara og Bitin Hesar matstovur fáa 1 stjørnu: Katrina Christiansen, Ræst og Ruts Hesar matstovur fáa‘ knív & gaffil’: Etika, Fiskastykkið, Hafnia og Skeiva Pakkhús. So eru tríggjar matstovur, ið eru við í guidini, men ikki dømdar endaliga til hesa útgávuna. Tær eru Angus, Brimborg við Gøtugjógv og Fútastova. (Instagrammynd: Húsagarður) Koks og Húsagarður best til vín FaroeBest dømir eisini vínúrvalið hjá matstovunum, og her eru tað bert sjey av matstovunum, ið eru við í hesi dømingini. Trý víngløs verða givin fyri eitt frágera gott og breitt úrval. Ikki bara tá tað kemur til vín, men eisini til avec, annað spiritus umframt kaffi og te: Tvær matstovur eru í hesum flokkinum: Húsagarður og Koks. Tvey víngløs verða givin fyri merkisvert og vælskipað vínúrval. Fimm føroyskar matstovur koma undir henda flokkin: Áarstova, Barbara, Hallartún, Munkastova og The Tarv. (Instagrammynd: Suppugarðurin) Tær, ið ikki eru nevndar Sum sagt, so eru tað 18 matstovur, ið eru nevndar í FaroeBest-guidini. Harvið eru tað eisini nakrar, sum ikki eru tiknar við, helst tí ummælararnir hjá Den danske Spiseguide ikki hava havt stundir ella ikki hava vita av teimum. Umframt allar caféirnar, ið eisini borðreiða við góðum mati, eitt nú Paname, Kaffihúsið, Umami, Brell, Kaspar, Fríða, Mormor og Glasstovan. Og helst eru nakrar afturat eisini, sum eru gloyndar her. (Instagrammynd: Café Fríða) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Laksur frá Hiddenfjord á føroyska marknaðin Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum Mynd: Hiddenfjord SkrivaÐ: Tíðindaskriv Nú ber til at keypa fryst laksastykki og -fløk frá Hiddenfjord í matvøruhandlum kring landið. Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum. -Í nógv ár hava fólk spurt, hví ein ikki kann keypa okkara laks í handlum í Føroyum, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. -Vit gleðast um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum møguleikan at njóta okkara laks, ið nógv kring heimin meta vera ein tann besti. Ein av orsøkunum til, at laksurin hjá Hiddenfjord er serligur, er, at hann er pakkaður einans tríggjar tímar eftir tøku. Hetta tryggjar bestu góðsku. -Fyri at tryggja bestu vøruna til brúkaran, pakka og frysta vit stykkini innan tríggjar tímar eftir at fiskurin er tikin. Hetta ger vøruna heilt serstaka, sigur Heiða G. Nolsøe, vøru- og framleiðslumennari hjá Hiddenfjord. Vanliga verða laksastykkir framleidd úr rávøru, sum hevur ligið á goymslu í tríggjar til seks dagar, áðrenn flakaskeringin fer fram. Tá eru beinini bleyt og kunnu lættliga takast úr flakinum. Tá ið laksurin verður frystur einans tríggjar tímar eftir tøku, er kjøtið so fast, at tað er ómøguligt at taka beinini úr. Tað er tó sera lætt og skjótt at taka beinini úr, tá ið laksurin er tiðnaður. Ein leiðbeining um, hvussu beinini skulu takast úr, liggur í hvørjum pakka, og Hiddenfjord hevur eisini framleitt ein stuttan film, sum vísur, hvussu ein tekur beinini úr. Vøran er at finna í tveimum støddum, 500g laksastykki og 1100g laksaflak. Ein ókeypis tong og uppskrift fylgir við, tá tú keypir laks frá Hiddenfjord. Hiddenfjord er ein familjufyritøka, sum hevur stórt virksemi í Føroyum. Smolt verða ald á smoltstøðini á Fútakletti og laksurin settur út á Sørvágsfjørð, á Miðvág, í Vestmanna og á Hestfjørð. Allur laksurin verður kruvdur og góðskaður á góðskingarvirkinum í Sørvági og seldur um allan heim. Tilsamans arbeiða um 200 fólk hjá Hiddenfjord. Hiddenfjord leggur dent á burðardygd, og var fyrsta alifyritøka í heimum at gevast við flogflutningi av laksi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 18 Leygardagur 20. november 2021 Taka framkomna tøkni í nýtslu fyri at týna rottu Nýggj tøkni er nú tikin í nýtslu í bardaganum móti gnagdýrum í Tvøroyrar kommunu. Málið er ein meiri miðvís og úrslitagóð rottutýning, sum samstundis er eiturfrí Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Arctic Systems, ið hevur ment og framleitt RATMO skipanina, sum við hjálp frá sensorum,‘ big data’ og tilgjørdum viti frá IBM, tryggjar eina munagóða rottutýning, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni. Hugskotið er einfalt, men tøknin aftanfyri er alt annað. Í staðin fyri alsamt at spjaða rottueitur í náttúruna, so er hugskotið at nýta heilt vanligar klappfellur. Kommunan hevur í løtuni 226 rottukassar kring um í sóknini, og avbjóðingin er sjálvandi, at tað ber ikki til at hava dagligt eftirlit við so nógvum klappfellum. Her kemur RATMO-tóleindin til hjálpar, sum tá ið hon er viðheft eina klappfellu, sjálvvirkandi sendir boð aftur til eina telduskipan, tá fellan er klamsað í. Skipanin sigur frá um eitt livandi skaðadjór situr í felluni ella um skaðadjórið er dripið beinanvegin. Starvsfólkið við ábyrgd fyri rottutýning hevur eina app á telefonini, sum gevur sjálvvirkandi boð um hvar og nær eitt skaða djór er komið í felluna. Samstundis verða dátur innsavnaðar, so sum tíð av degi og hitastig, tá ið fellan gerst virkin. Hesi hagtøl kunna yvir eitt tíðarskeið geva okkum eina nógv neyvari vitan um skaðadjór, og hvussu hesi skilabest kunna týnast. Nevnast kann, at Tvøroyrar Kommuna higartil í 2021 fingið 28 fráboðanir um rottu, og í 21 førum er rotta sædd, meðan í 7 førum er talan um fráboðan um avleiðingar, sum verða mettar at stava frá rottu. Í trimum førum verður fráboðað um rottu ella illgruna um rottu innandura, m. a. í kjallara og í tómum húsum. Tá kommunan fær eina fráboðan um rottu, skal kommunan í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir fráboðanin er móttikin, fremja eftirlitsvitjan á staðnum og skal beinanvegin seta neyðug tiltøk í verk ella geva boð um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Klaksvíkar kommuna 18,8 milliónir í halli Orsøkin er at nógvar átrokandi og týdningamiklar verkætlanir eru í ger, sigur kommunan (Savnsmynd: Pól Sundskarð) SkrivaÐ: Sverri Egholm Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2022. Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fær eitt hall á 18,8 milliónir krónur. Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu er komandi ár mettar til 310 milliónir. Av teimum 310 milliónir eru 111,5 milliónir krónur settar av til íløgur. Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75 prosent og 5.500 krónur, skal vera óbroytt í 2022. -Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í ger. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni. Á fundinum tók býráðið somuleiðis undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera. Umsitingin hevur saman við SMJ millum annað arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Magnus Heinason setti kós móti Kroatia Skipið, sum skal sigla við ferðafólki í Adriahavi, eitur nú Mito Magnus Heinason/Mito á seinastu ferð út um Borðuna á veg til Split í Kroatia (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Herfyri gjørdi Havstovan avtalu um sølu av gamla havrannsóknarskipinum, Magnus heinason til eitt felag í Kroatia. Søluprísurin var 1,1 milliónir krónur. Í Kroatia skal Magnus Heinason umbyggjast, og fer, tá umbyggingin er liðug, at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum. Magnus hevur fingið nýtt navn, og eitur nú Mito. Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru í hvussu ymisku tólini umborð verða brúkt, og mikumorgunin legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Koma helst ígjøgnum tíðliga næsta ár Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og tað resta stutt omanfyri 500 metrar eftir í. Ein gongd í tunlinum hevur seinkað arbeiðnum Í Traðardali hevur verið borað sum vant-ein gongd hinumegin hevur lagt meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og nú eru í alt 10.269 metrar av 10.786 metrum boraðir. Sostatt eru nú 517 metrar eftir at bora. Tað varð borað greitt meira í Traðardali, har tað í alt eru boraðir 5.531 metrar. Fyrr í mánaðinum rendi toymi seg í eina gongd, sum gongur tvørtur um tunnilin, og hetta seinkaði arbeiðinum á Gomlurætt, tí borað varð styttri fyri hvørja spreingin. Teitur Samuelsen tunnilsstjóri sigur við KvF, at ferð er komin aftur á arbeiðið, nú komið er fram við gongini. Tó staðfestir stjórin í tunnilsfelagnum, at seinkingin ger, at tað er ósannlíkt at komið verðu ígjøgnum fyri jól. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Mark sleppur at byggja í Skálavík Lendið er so at siga klárt, so mett verður at farið verður í gongd sum skjótast (Mynd: Mark Skálavík) SkrivaÐ: Sverri Egholm Í næstum fer Mark undir at byggja tíggju íbúðir í Skálavík. Skálavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at grundøkið herfyri varð bjóðað út, og feistin var í vikuni. Fleiri enn eitt boð kom inn, men í kommununi hava tey gjøgnumgingið uppskotini, og meta at Mark Skálavík eigur besta uppskotið. Ætlanin hjá felagnum er at byggja tíggju leiguíbúðir. Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið. Íbúðarbygningurin er í einari hædd, og tí kemur hann ikki at órógva–hvørki í hædd ella í bygdarlagnum sum heild, verður sagt. Skálavíkar kommuna og Mark eru farin undir fyrireikingina at fáa sáttmála undirskrivaðan, og mett verður ikki at hetta fer at taka langa tíð. Lendið er so at siga klárt, so mett verður at byggingin kann fáast frá hondini sum skjótast, sigur Linjohn Christiansen. Grundøkið er 3.730 fermetrar stórt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Fara undir at byggja nýtt bridgehús Verður væntandi liðugt í september 2022 Frá vinstru Mads Guttesen og Marjun Restorff, umboð frá Brigdehúsinum, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon SkrivaÐ: Mikudagin varð sáttmáli undirskrivaður millum sjálvognarstovnin Brigdehúsið og byggifelagið Articon um heildarveiting av nýggjum brigdehúsi við Hoydalsvegin í Havn. Farið verður undir jørð- og lendisarbeiðið sum skjótast. Timburelementini verða framleidd í nýggju elementhøllini hjá Articon á Sundi, og væntandi er verkætlanin liðug um hálvan september 2022, verður upplýst á heimasíðuni hjá Articon. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Eiðis kommuna raðfestir ungdómin Eitt ungdómsráð er valt, við ungum úr 6. flokki og upp til 10. flokk. sum skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Eitt ungdómshús letur eisini upp í næstum Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita-fimm næmingar millum 6.-10. flokk umframt tvey umboð fyri bygdaráðið (Mynd: eidi. fo) SkrivaÐ: Agnar Prestá Eiðis kommuna raðfestir ungdómin. Hetta vísur kommunan við at seta nøkur átøk í verk, sum skulu hækka ávirkanina hjá ungdóminum og betra um trivnaðin. Á heimasíðu sínari skrivar kommuna, at eitt ungdómsráð valt. Tað skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Í ungdómsráðnum eru fimm ung úr 6. flokki og upp til 10. flokk, og harafturat eru tvey umboð fyri bygdaráðið við. Boðað verður samstundis frá, at í næstum letur Eiðis kommuna upp eitt ungdómshús, sum fer at húsast í sama bygningi sum frítíðarskúlin. Ungdómstilboðið er ætlað ungum frá 4. flokki og upp til 10. flokk. Tað verða Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Joensen, sum koma at taka sær av ungdómshúsinum, skrivar eidi. fo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Fyrsta navnið á Voxbotn avdúkað Hugorm við millum annað Simon Kvamm spælir á Voxbotn 2022 SkrivaÐ: Tíðindaskriv Teir komu sníkjandi inn á danska tónleikapallin, og bitu av álvara frá sær, sjálvt um 2020 eisini í tónleikavinnuni varð eitt sermerkt ár. Oddamaðurin hevur røtur úr Føroyum, er vælkendur føroyavinur, og tey flestu kenna hann úr bólkinum Nephew. Nú kemur hann endiliga aftur til Føroya. Bergtakandi Simon Kvamm, sum saman við nýggja bólki sínum Hugorm, fer at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022. Umframt tónlistarligu gávurnar, so er Simon Kvamm eisini kendur fyri at savna áhoyrarnar, og vit vænta tí eina orkumikla og dynamiska framførslu, tá hann saman við Árna Bergmann og Morten Gorm trínur á pallin. Nýggja trio'in hevur við konsertferðini” Kom vi Flygter” veruliga bitið frá sær, og áhoyrararnir hava verið seldir. Dreymurin um at bjóða vanligu konsertupplivingini av, við tónlistarligu søguni um eitt menniskja, sum berjist ímóti sær sjálvum, er eydnaður til fulnar. Teirra konsertir hava fingið framúr skoðsmál frá ummælarum. Gaffa ummælarin gav fimm stjørnur og skrivaði:” Det er simpelthen genialt, intet mindre”, og í løtuni eru teir í uppskoti at gerast bæði Ársins bólkur og Ársins nýggja Livenavn í Danish Music Awards 2021. Fyrsta lagið” Folk skal bara holde deres kæft” kom út í 2020, og síðani eru fleiri vælumtókt løg komin. Í august í ár kom so nýggjasta lagið og konseptið "Rejsdigop Sætdigned" á marknaðin. Talan er sostatt um eina háaktuella trio, sum kemur á Voxbotn 2022 25. juni. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 26 Leygardagur 20. november 2021 Leysu træðrirnir í undanfarnum bókum verða bundnir saman "Fáur fær tráðin heilt slættan" eitur nýggjasta bókin í tríverkinum hjá Sólrún Michelsen SkrivaÐ: Nýggja bókin "Fáur fær tráðin heilt slættan" eftir Sólrún Michelsen, kom á marknaðin í dag. Bókin er framhald av vælumtóktu skaldsøgunum“ Ein táttur er Silvur” og“ Ein annar er Gull”. Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini, skrivar Sprotin, ið gevur út tríverkið, á heimasíðu síni. Men nógv er at koma til sættis við. Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva? Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav? Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Ævisøga um virknan vágbing Absalon Absalonsen hevur skrivað umfatandi verk um Dias á Heyggi SkrivaÐ: Virkni rithøvundurin Absalon Absalonsen er júst komin út við enn eini bók. Her er talan um ævisøguna um vinnulívsmannin og reiðaran Johan Andreas Godtfred í Vági, eisini kallaður Dias á Heyggi. Bókin, sum er knappar 480 síður við hópin av myndum kallast“ Dias á Heyggi og samtíð hansara” við undirheitinum“ Rokskipari, vinnulívsmaður og prædikumaður”. Absalon skrivar soleiðis um Dias á Heyggi í fororðunum:-Í deyðsiglaratíðini–áðrenn skipini fingu motor–var Dias nógv umtalaður og víðagitin millum føroyingar, tá ið hann sum skipari var bestur at fiska fleiri ár á rað. hetta er vert at geva gætur, men í sínum bestu árum gavst hann at føra skip og fór undir handils- og reiðaravirksemi, og samstundir nýtti hann meira tíð til at vera virkin í samkomuni Bethel í Vági, sum hann sjálvur hevði verið við til at seta á stovn. Umframt at greiða frá virkinum, bæði sum skipari, reiðari og prædikumaður, umrøður Absalon í bókini eisini ættina og børnini hjá Dias á Heyggi. Bókin er givin út á egna forlagi Absalons, kallað Lítli Løkur. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 28 Leygardagur 20. november 2021 Blue Velvet–nýggj framsýning í Víngarðinum Tekstillist hjá Randi Samsonsen letur upp leygardagin SkrivaÐ: Í dag letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen. Heitið á framsýningini, Blue Velvet, sipar bæði ítøkiliga til verk, sum eru framleidd úr djúpbláum velour, men heitið er eisini myndamálsliga hugsað við atliti til huglagið á framsýningini, sum um somu tíð er nostalgiskt og progressivt. Talan er um tekstillist–tað taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við, kela ella kanska beinleiðis balla seg í. Kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og netmynstrum. Eitt monumentalt verk er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari og minnir næstan um persiennur ella okkurt slag av gardinum. Strípurnar eru partvíst bláar í einum velourklæði, sum er sett saman við einum blómuprýddum klædnastykki og tí, at figuratión ofta vinnur av tí, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað fyrst blómurnar, tú sært. Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið tekur seg fram í myndini. Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi. Ein annar grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir. Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so er tað minnini, sum bæði tilfar og litir seta gongd á. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 12 jólahald í høvuðsstaðarkommununi Frá 27. november til 14. desember verða jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Í næstum verður skipað fyri 12 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður. Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 27. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu. Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 28. november kl. 16. Havnar Hornorkestur spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu. Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 28. november kl. 16. GHM spælir. Bergur Dam Jensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu. Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 28. november kl. 18. GHM spælir. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu. Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 1. desember kl. 17. Havnar Hornorkestur spælir. Kári Johansen, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu. Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 15.30. GHM spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu. Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 4. desember kl. 17. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu. Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 4. desember kl. 18. Havnar Hornorkestur spælir. Ejler Johannesen og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu. Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 18. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu. Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 16. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Óluva Zachariasen og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu. Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 17. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu. Í Syðradali verður jólatræið tendrað við týsdagin 14. desember kl. 17.30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Frágreiðing: Luftdálking orsøkin til yvir 300.000 deyðstilburðir um árið Sambært frágreiðing hjá evropeiska umhvørvisstovninum, EEA, var luftdálking orsøkin til, at 307.000 fólk doyðu ov tíðliga í 2019 Nógv mannalív høvdu kunnað verið bjargað, um øll lond yvirhildu nýggju leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, staðfestir ein nýggj frágreiðing, sum evropeiski umhvørvisstovnurin, EEA, almannakunngjørdi í vikuni. Sambært frágreiðingini var luftdálking orsøkin til, at 307.000 evropearar doyðu ov tíðliga í 2019. Hetta byggir á kanningar úr 41 evropeiskum londum, skrivar Ritzau. Tað var í september, at Heimsheilsustovnurin, WHO, herdi leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, og hevði mann kunnað sloppið unandan 178.000–ella 58 prosent av teimum 307.000 andlátunum–um leiðbeiningarnar vórðu fylgdar. Heimsheilsustovnurin hevur áður sagt, at luftdálking er størsti umhvørvisligi vandin fyri heilsuna hjá fólki í ES og í øðrum evropeiskum londum. Tað eru serliga býarfólk, sum eru í vanda. Frágreiðingin hjá EEA staðfestir tó eisini, at luftgóðskan í 2019 var munandi betri enn í 2018. Í 2018 var luftdálking, sambært frágreiðingini, orsøkin til, at 346.000 fólk doyðu ov tíðliga. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 Bretland heldur fram við oljuvirksemi nær Føroyum Eftir at skotski fyrstiráðharrin boðaði frá, at stjórnin fer at ganga ímóti nýggjum oljuútbyggingum, eitt nú Cambo við føroyska markið, svaraði bretska stjórnin aftur hósdagin: Bretland fer at halda fram við oljuvirkseminum Bretski forsætisráðharrin hevur fyrr sagt, at hann fer ikki at ganga mótmælisfólkum á møti og steðga ætlaðu útbyggingini av Cambo oljukelduni við føroyska markið. Nú vísir hann eisini aftur ynski hjá skotsku SNP stjórnini at steðga øllum nýggjum oljuvirksemi. Bretland fer at hava tørv á olju leingi aftrat SkrivaÐ: Tað mundi koma sera óvart á og dátt við hjá teimum hundraðtúsundtals skotunum, sum arbeiða í ella liva av olju- og gassvinnuni, tá skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon mikudagin boðaði frá, at hon og tey grønu í SNP stjórnini høvdu gjørt av, at Skotland skal gevast við bæði oljuleiting og útbygging av olju- og gassfeltum í Norðsjónum. Økini millum Hetland og Føroyar goyma nógva olju, og hana ætlar Boris Johnson at fáa fatur á, nú Bretlandi fer at tørva olju og gass í fleiri áratíggju Hetta segði hon tó vitandi, at tað í síðsta enda er bretska stjórnin í London við Boris Johnson á odda, sum fult og heilt eigur hesa avgerð. Og bretska stjórnin var skjót at vísa aftur skotsku útmeldunum. Í fráboðan hósmorgunin varð sagt, at tað ber ikki til at gevast við olju- og gassvirksemi í Bretlandi eftir eina nátt. Landið fer framhaldandi–í fleiri áratíggju at hava tørv á kolvetnum, og tí verður ikki steðgað við hvørki oljuleiting ella útbyggingum. Fráboðanin var soljóðandi:“ There cannot be a“ cliff-edge where oil and gas are abandoned overnight” which would put“ British jobs and industries at risk”. Tað ber rætt og slætt ikki til á seta bæði størv og vinnu í vága við at steðga øllum oljuvirksemi. Spurningurin um bretsku oljuframtíðina hevur tikið seg upp fyrst eftir, at oljufeløgini Siccar Point og Shell søktu um loyvi at fara undir eina stóra útbygging nær føroyska markið, og síðani í sambandi við COP26, har umhvørvisfelagsskapir og politikarar hava mótmælt útbyggingini, og har fyrstiráðharrin í Skotlandi hevur tikið undir við mótmælunum. Hetta hóast stjórnin í London áður hevur boðað frá, at hon fer ikki at taka aftur longu givin loyvi til oljufeløg at byggja út eina oljukeldu. Í fráboðanini frá stjórnini verður tó sagt, at enn er eingin avgerð tikin um at ganga umsóknini til útbygging av Cambo á møti. Hetta er upp til fakliga orku- og eftirlitsmyndugleikan OGA, Oil and Gas Authority, at gera av. Tá er talan um reint tøkniligar ol. spurningar. Umframt Cambo útbyggingina eru fleiri aðrar stórar olju- og gassútbyggingar eystan fyri Føroyar á tekniborðinum, og bíða eftir at fara av bakkastrokki. Talan er um Rosebank, tætt við markið, og sum norska Equinor stendur fyri, talan er eisini um Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og sum BP umsitur, og síðani er tað gasskeldan Glendronach, sum Total stendur fyri. Hon liggur eisini vestan fyri Hetland. Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi leyp hvøkk á alt oljuumhvørvið í Skotlandi, tá hon segði seg vera ímóti at geva nýggj leiti- og útbyggingarloyvi til tess at kunna liva upp til veðurlagskrøvini Hóast grønt ljós enn ikki er givið til Cambo ella hinar útbyggingarnar, so verður mett, at hetta helst bara er ein avgreiðsluspurningur og sum snýr seg um at fyrihalda seg til eina umsókn, har umhvørvisparturin hevur stóran týdning eisini. Fær Cambo grønt ljós so er sannlíkt, at hinar útbyggingarnar, tá tær koma á borðið hjá myndugleikunum, eisini fara sama veg, um so er, at tær lúka krøvini. Fyri Føroyar, sum hava bjóðað útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi í undirgrundini, hevur støðutakanin til Cambo stóran týdning. Tí við eini so stórari útbygging so tætt við markið, er sannlíkt, at ein nýggjur infrastrukturur við oljumóttøkupalli og gassleiðingum á havbotninum kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar olju- og gassvirksemi føroysku megin markið. Nú vit kenna politisku støðuna hjá stjórnunum í Skotlandi og Bretland, verður so bíðað eftir tí fakliga partinum, sum skal avgera lagnuna hjá Cambo. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Norra fer ikki at áseta endadag fyri olju Tað eydnaðist ikki Danmark at fáa stórvegis undirtøku á COP26 ráðstevnuni fyri sínum uppskoti til nýggjan felagsskap, sum skal fáa øll heimsins lond til at gevast við oljuvirksemi Tað eydnaðist ikki danska forsætisráðharranum ella veðurlagsráðharranum at sannføra norska forsætisráðharran á COP26 at áseta ein endadag fyri oljuframleiðslu ella at gevast við oljuleiting SkrivaÐ: Umleið 10 lond og landaøki tóku undir við uppskotinum, nevnt "Beyond Oil and Gas Alliance." Millum hesi vóru eisini partar av Norðurlondum, nevniliga Svøríki og Grønland. Felagsskapurin vil hava lond at steðga allari nýggjari leiting eftir kolvetnum, gevast við útbyggingum av olju- og gassfundum og at áseta ein endadag fyri framleiðslu. Ein roynd hjá donsku stjórnini at fáa norsku grannarnar við í hesa rørslu gav einki úrslit. Norra var so heldur ikki til steðar, tá uppskotið varð reist fyrr í summar. Alt bendir á, at Norra fer at halda fram við sínum olju- og gasvirksemi, tó at tað eisini fer at leggja seg eftir at vera partur av grøna orkuskiftinum. Hvørki nýggja norska stjórnin ella ein stórur meiriluti í norska Stórtinginum taka undir við at gevast við at leita eftir og framleiða kolvetni. Eiheldur at áseta ein serstakan dag, tá framleiðslan skal stegða. Nýggi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur, at evropeisk lond fara at hava tørv á norskum gassi eisini undir skiftinum til varandi orku. Hann var annars hjástaddur í Glasgow til COP26, har eisini danski starvsfelagi hansara, Mette Fredriksen, varð til staðar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Shell fer at broyta navn og flyta til London Oljurisin fer við broytingunum at hava ein leiðandi leiklut í grøna orkuskiftinum SkrivaÐ: Eitt av teimum størstu og elstu oljufeløgunum í heiminum, Royal Dutch Shell, fer í næstum at flyta høvuðsskrivstovuna úr Haag í Niðurlondum til London í Bretlandi. Samtíðis fer oljurisin at skifta navn. Tvs. at tað fer at strika nøvnini Royal og Dutch. Hetta boðar felagið frá í morgun. -At bera kongaliga heitið hevur verið kelda til stóran stoltleika og æru fyri Shell í meira enn 130 ár. Men framyvir fer felagið við nýggja uppskotinum ikki longur at kunna liva upp til tær rætningslinjur, sum skulu til fyri at varðveita heitið sigur felagið í fráboðan. Tí roknar nevndin við, at navnið Royal Dutch Shell plc. verður broytt til Shell plc. Partaeigararnir skulu tó góðkenna uppskotið fyrst. Ætlanin at fara burtur frá kongaliga heitinum hevur verið í umbúnað í fleiri ár, men avgerðin er tikin í sambandi við, at viðurskiftini við Háland eru vorðin sera spent. Uttan nakra ávaring avgjørdi hálendski pensiónsgrunnurin ABP í farna mánað at gevast við sínum íløgum í Shell og í kolvetni sum heild, og í mai avgjørdi ein dómstólur í Hálandi, at Shell skal lækka útlátið av CO2 skjótari enn ætlað, skrivar Bloomberg News sambært ShippingWatch. Broytingaruppskotið kemur minni enn ein mánað eftir, at ein bólkur av partaeigarum nevndur Third Point royndi at leggja trýst á Shell fyri at skilja frá restini av Shell tann partin, sum hevur við varandi orku og LNG at gera. Tað hevur stjórin, Ben van Beurden, síðani víst aftur. -Við at gera bygnaðin einfaldari fer tað at normalisera partafelagsbygnaðin undir eini skatta- og lógfrøðilóggávu í einum einstøkum landi, og tað fer at gera okkum betri kappingarfør. Shell fer at vera í eini betri støðu til tess at handfara møguleikar og at hava ein leiðandi leiklut í orkuskiftinum, sigur nevndarformaðurin Andrew Mackenzie. Partaeigararnir í Shell skulu avkvøða um broytingarnar í Rotterdam 10. desember. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 Annika Smith afturvald í Keypmannahavn Fekk gott túsund atkvøður á kommunuvalinum týsdagin SkrivaÐ: Føroyska Annika Smith, sum seinasta valskeiðið hevur sitið í býráðnum í Keypmannahavn, varð afturvald á kommunuvalinum týsdagin. Annika Smith fekk 1.002 persónligar atkvøður, vísir fyribils valúrslitið, sambært Danmarks Radio. Talan er um eina lítla afturgongd fyri Anniku Smith, sum fekk 1.138 atkvøður fyri fýra árum síðani. Hon varð sostatt vald sum hin fimta av seks umboðum hjá Socialistisk Folkeparti. Tað eru tilsamans 55 fólk í borgaraumboðanini, sum býráðið í danska høvuðsstaðnum verður kallað. Enhedslisten er við 15 umboðum nú størsti flokkur í býráðnum í Keypmannahavn. Flokkurin fekk 24.6 prosent av atkvøðunum, altso setti fjórði hvør borgari í danska høvuðsstaðnum sína atkvøðu á Lista Ø. Sosialdemokratiet gekk aftur við fimm umboðum, og hevur nú 10 sessir í borgaraumboðanini. Men flokkurin varðveitir borgarstjóran í landsins størstu kommunu. Sophie Hæstorp Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri. Síðsta valskeið var hon forkvinna fyri høvuðsstaðarregiónina. Konservativi flokkurin er nú triðstørstur í Keypmannahavn við 8 umboðum, tey radikalu og SF fingu 6 umboð, Venstre 5, Alternativet 2 og Liberal Alliance, Nye Borgerlige og Dansk Folkeparti fingu hvør sítt umboð. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Ongland: Deyðstølini hækka–og tað skyldast ikki covid Professari mælir til at seta fólk at granska tølini nærri-kann vera at heilsuverkið hevur verið so strongt av covid-19, at tað ikki hevur gjørt arbeiði sítt til lítar (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Heilsumyndugleikarnir í Bretlandi rópa nú varskó, nú tað vísir seg, at vera ein stórur hagtalsligur vøkstur í deyðatalinum, og hetta er ikki orsaka av covid-19. National Health Service, NHS, vísir á, at ensku líkhúsini hava verið á tremur hesa seinastu tíðina við deyðum, sum onki hava við covid at gera. Hagtøl vísa, at seinastu fýra mánaðirnir eru 20.823 fleiri fólk deyð í Onglandi og Wales, enn vanligt. Men bert 11.531 av hesum skyldast covid. Hetta merkir, at áleið 45 prosent av deyðstilburðunum hava aðrar orsøkir. Serfrøðingar mæla til, at kanningar verða settar í verk, hvat hetta kann skyldast, skrivar blaðið Daily Express. Carl Henegan, professari á universitetinum í Oxford, vísir á, at deyðstilburðirnir skyldast allar møguligar ymsar sjúkur, eitt nú hjartasjúkur, skorpnilivur og sukursjúku. Neyðugt er at kanna, um talan er um natúrlig fyribrigdi, ella um heilsuverkið hevði kunnað forðað fyri, at hesir tilburðir endaðu við at sjúklingarnir doyðu. Við blaðið Telegraph hevur proffessarin sagt, at hetta kann vera eitt úrslit av, at sjúkrarøktin ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, nú alt fokus hevur verið á korona. Í vikuni, sum endaði 5. november, vísa hagtølini, at tað vóru 1.659 fleiri deyðstilburðir, enn tað vanliga hevur verið hesa somu tíðina á árinum. Av hesum høvdu teir 700 tilburðirnir onki við covid at gera. Talið av fólkum, ið eru deyð heima er eisini økt munandi hesa seinastu tíðina. Vøksturin var 40,9 prosent í mun til miðal hesi seinastu fimm árini. Ensku hagtølini vísa, at tað nú í 18 vikur á rað hava verið munandi fleiri deyðstilburðir enn miðal hesi seinastu árini, og at ein stórur partur av hesum“ yvirskoti” av deyðum ikki kunnu setast í samband við covid-19. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Russland hevur sprongt egnan fylgisvein Amerikanarar eru í øðini–hetta skapar burturkast í rúmdini, sum er til vanda fyri útgerð í ringrás um jørðina SkrivaÐ: Russland hevur fingið øði í amerikanarar eftir at landið í eini roynd hevur sprongt ein av sínum egnu fylgisveinum kring jørðina við eini antifylgisveinarakett. USA og amerikanska rúmdarumsitingin, Nasa, hava fordømt hendingini, og hava kallað hana ábyrgdarleysa og oyðileggjandi. Sagt verður, at leivdirnar frá sprongda russiska fylgisveininum nú er ein hóttan móti altjóða ISS rúmdarstøðini. -Eg eri í øðini. Hetta er samvitskuleyst, segði Bill Nelson, leiðari fyri Nasa við AP tíðindastovuna. -Tað er ótrúligt, at russiska stjórnin fremur eina slíka roynd, sum er ein hóttan, ikki bara móti altjóða rúmdarfólkunum, men eisini móti teirra egnu kosmonautum umborð á rúmdarstøðini, segði hann. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken og talsmaðurin hjá amerikanska verjumálaráðnum hava eisini brúkt lýsingarorð sum samvitskuleyst, oyðileggjandi, ábyrgdarleyst og vandamikið, skriva tíðindastovurnar. USA upplýsir, at minst 1.500 vrakpetti frá bumbaða fylgisveininum nú liggja í ringrás um jørðina. Sambært USA mátti manningin umborð á altjóða ISS rúmdarstøðini leita sær skjól í serligum rúmdarhylkjum í tveir tímar fyri at verja seg móti vandanum frá russisku vrakpettunum. Talan hevur eisini verið um møguliga at rýma av støðini, verður sagt. Umborð á ISS eru fýra amerikanskir austronautar, tveir russiskir kosmonautar og ein týskur astronautur. -Vrakrestirnar, sum henda vandamikla og ábyrgdarleysa royndarspreingin hevur ført við sær, fara nú í áratíggjur at vera til vanda fyri fylgisveinar og aðra rúmdarútgerð, sum er neyðug fyri at øll lond kunnu varðveita síni trygdar-, býskapar- og vísunndaligu áhugamál, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin. Russland, USA, Kina og India hava øll ASAT-skipanir. India skjeyt í 2019 ein av sínum fylgisveinum. Eisini tá mótmælti USA í ógvusligum vendingum, tí eisini hetta var ein hóttan móti ISS, skrivar Reuters. Í 2008 skutu amerikanarar ein fylgisvein, sum aftursvar til eina líknandi hending frá kinesiskari síðu árið fyri. Sambært AP vóru hesar spreingingar í eini lægri og nógv vandamiklari hædd, enn spreingingin, sum russar nú hava framt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 37 Leygardagur 20. november 2021 Í rúmdini fyri einum mánað síðani–nú er hann deyður í flogvanlukku 13. oktober var amerikanski íverksetin Glen de Vries ein av fýra fólkum, sum sluppu ein túr í rúmdina við rúmdarfarinum hjá Blue Origin, men seinasta hósdag doyði hann í einari flogvanlukku í New Jersey Glen de Vries doyði í undanfarnu viku, 49 ára gamal (Mynd: AP) SkrivaÐ: Fyri góðum mánaði síðani fingu fýra ferðafólk fingu eitt satt upplivilsi, tá tey fóru ein stuttan túr í rúmdina við rúmdarfarinum "New Shepard". Ein teirra var 49 ára gamli amerikanski íverksetin Glen de Vries, sum var leiðari og stovnari av fyritøkuni Medidata Solutions. Men seinasta hósdag doyði hann í einari flogvanlukku í amerikanska statinum New Jersey. Hann var ein av tveimum fólkum í einum lítlum flogfari av slagnum Cessna 172, sum datt niður í einum skógarøki nærindis Lake Kemah í Sussex County í amerikanska statinum. Hin persónurin doyði eisini, skrivar Ritzau. Tað var 13. oktober, at Glen de Vries saman við trimum øðrum varð tikin uml. 106 kilometrar frá jarðarskorpuni út í rúmdina. Tað var ein stutt ferð, ið bert tók 11 minuttir. Í rúmdarfarinum "New Shepard", sum fyritøkan hjá Jeff Bezos, Blue Origin, eigur, vóru millum annað eisini kanadiski sjónleikarin William Shatner, sum er kendur fyri leiklutin sum Kirk kapteinur í Star Trek-røðini. Hann er 90 ára gamal, og gjørdist hann sostatt elsti maður í rúmdini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 38 Leygardagur 20. november 2021 Kvinna kann vera HIV-grødd uttan viðgerð Kanska ein 30 ára gomul kvinna, hvørs andevni hava oydd HIV-virus í kroppi hennara, er lykilin til at basa HIV-smittuni SkrivaÐ: Ein 30 ára gomul kvinna úr Argentina er eftir øllum at døma grødd fyri HIV, einans við egnari órinsverju. Tað er niðurstøðan í einum vísundaligari grein, sum dr. dk. endurgevur í dag. Kvinnan fekk staðfest HIV í 2013. Hon búði tá saman við eini unnustu, sum var HIV-positiv, og ikki í viðgerð við heilivági. Hon varð eftir øllum at døma smittað tá. Granskararnir kunnu ikki siga við 100 prosent vissu, at kvinnan er fullkomiliga grødd. Men hesi seinastu átta árini hava tey kannað kvinnuna aftur og aftur uttan at finna virus í kroppi hennara. -Vanliga, tá ein persónur verður smittaður við HIV, finna vit virus í blóðinum, og rættiliga skjótt vil persónurin hava 100.000 til milliónir av viruskopium pr. millilitur av blóði, sigur Ole Schmeltz Søgaard, professari á Aarhus Universitet, har hann granskar í HIV, við dr. dk. Hann hevur hugt at kanningarúrslitunum frá argentinsku kvinnuni. -Men her hava granskarar ikki megna at finna virus í blóðnum hjá kvinnuni, vísir professarin á. -Tá hon ger andevni, er tað tekn um, at virusið hevur verið í kroppinum, sigur Ole Schmeltz Søgaard. Hevur onga viðgerð fingið Argentinska kvinnan hevur onki slag av viðgerð fingið. Harvið er hon eitt av ógvuliga fáum fólkum í heiminum, sum er grødd fyri HIV. Vanliga nørist HIV-virus við at kopiera seg sjálvt inni í kyknunum í kroppinum. Tí royndu granskarar at máta andevni og leita eftir pettum av HIV-DNA í kyknunum hjá kvinnuni. Granskarar hava leitað í 1,2 milliardum av hennara hvítu blóðkyknum. Í sjey teirra funnu tey slóð frá virusinum. -Tað vil siga, at talan er um petti og harvið ikki eitt heilt virus, ið kann kopiera seg sjálvt, vísir danski professarin á. -Tað er tekn um, at tað altso hevur verið virus í kroppinum, ella at tað framvegis er har, men bara fjalt, leggur hann afturat. Sambært Ole Schmeltz Søgaard kunnu vera fleiri orsøkir til, at tað ikki er eydnast granskarunum at finna virus í kvinnuni. -Ein møguleiki er, at hennara órinsverja hevur havt fullkomið tamarhald á virusinum og syrgt fyri, at tað ongantíð er komið fyri seg. Ein annar møguleiki er, at virusið frá byrjan hevur verið so oyðilagt, at tað ikki hevur klárað at smitta, sigur hann. Kann kanska brúkast frameftir Tað finnast persónar, sigur Ole Schmeltz Søgaard, ið ikki hava tað eina mýlið í kyknunum, sum HIV skal brúka til at smitta kyknurnar við. Tey kunnu av natúrligum ávum ikki verða smittað við HIV. Men hatta hava granskararnir kannað, og tað sær ikki út til at vera orsøkin hjá hesi kvinnuni. Hóast kvinnan er ein heilt serstakur tilburður, so kann hetta kanska brúkast í stríðnum móti HIV. -Tað er sjáldsamt og heilt óvanligt. Men tað vísir, at tað er møguligt at grøða HIV. Kunnu vit finna orsøkina til, at hon ikki hevur ment vanligt HIV, hava vit eitt amboð, vit kunnu brúka í granskingini av HIV-viðgerðini, sigur Ole Schmeltz Søgaard. -Um vit til dømis kunnu siga, at tað júst eru hesir eginleikarnir í eini mótstøðuførari kyknu, ið skulu til fyri at sleppa av við HIV, so kunnu vit kanska endurgera hesar hjá øðrum persónum umvegis koppseting ella genterapi, sigur hann. Hóast ógvuliga fá fólk eru grødd fyri HIV gjøgnum tíðina, so finst tað í dag heilivágur, sum ger, at alsamt fleiri kunnu liva við virusinum, skrivar dr. dk. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Vatnlitamálningur hjá Van Gogh seldur fyri yvir 200 milliónir Málningurin "Meules de blé" hjá kenda niðurlendska listamanninum varð seinasta fríggjadag seldur á uppboðssølu fyri 232 milliónir krónur, ið er met fyri ein vatnlitamálning hjá Van Gogh (Mynd: Ritzau) SkrivaÐ: Vatnlitamálningurin "Meules de blé" hjá kenda niðurlendska listamanninum Vincent Van Gogh varð seinasta fríggjadag seldur fyri 35,86 milliónir dollarar á uppboðssølu í New York. Hendan upphæddin svarar til umleið 232 milliónir í okkara krónum, og er talan um eitt met fyri ein vatnlitamálning hjá Van Gogh. Áðrenn uppboðssøluna varð mett, at málningurin fór at verða seldur fyri 20-30 milliónir dollarar, upplýsir auktiónshúsið Christie's, sambært Ritzau. "Meules de blé" vísir eina hoysátu í franska býnum Arles, har van Gogh búði í meira enn eitt ár í 1880 unum. Tá Van Gogh doyði í 1890 gjørdist beiggi hansara, Theo van Gogh, nýggi eigarin av "Meules de blé". Eftir at málningurin hevði skift hendur fleiri ferðir, varð hann tikin av nasistunum undir seinna heimsbardaga, tá týskarar hersettu m. a. Frakland. Eftir kríggið var tað fram til 1970 ini ógreitt, hvar listaverkið var endað. Tað var á privatum hondum, intil Christie's gjørdi eina avtalu um keyp av málninginum. Fríggjadagin vórðu tilsamans fýra Van Gogh málningar seldir hjá Christie's í New York. Teir vórðu tilsamans seldir fyri 161 milliónir dollarar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 Vendu 0-2 til 2-2-helt bert í tveir minuttir Føroyar komu væl inn í dystin aftur í Ísrael við at skora tvær ferðir upp á tíggju minuttir, men tað rakk tíverri ikki til stig eftir lívliga seinna hálvleikin, tí heimaliðið svaraði næstan beinanvegin aftur (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í fyrra hálvleiki hendi so at siga einki nevnivert, uttan tað at heimaliðið fekk eitt brotsspark, ið var ógvuliga tunt dømt og eftir nakrar minuttir við VAR. Munas Dabbur gagnnýtti støðuna, men Gunnar Nielsen, sum mánakvøldið fekk møguleikan fram um Teit Gestsson, fekk hondina á hann. Bólturin sá út til líka at komin í armin ella økslina hjá Odmar, ið var í einum nærdysti inni í brotsoteignum, eftir at bólturin hevði nortið við mótstøðuleikaran. Verjuleikarin anaði ikki, at hann "nýtti" armin í støðuni. Gunnar hevði annars tvær góðar bjargingar, tí ein ísraelsmaður kom ein ímóti einum-eina í fyrra og eina í seinni. Føroyingar høvdu bóltin nakað meira enn í Parkini (umleið 40 prosent av tiðini) fingu oftari vunnið bóltin høgt frá heldur sløsutu ísraelsmonnunum, ið eisini tóku nógvar kjansir í spæli sínum, og skaptu vandamiklar støður. Tað sá tó út til, at dysturin í roynd og veru var avgjørdur eftir 57 minuttir. Innskifti Klæmint Andrasson Olsen gjørdi fríspark stutt uttan fyri brotsteigin, nakað til høgru; ísraelsmenn tóku stutt og lyfti síðani bóltin innfyri málið hjá Gunnari, verjan tyktist at snorksova, og so varð 2-0. Liðið hjá Håkani Ericson vísti tó mentala styrki. Í 62. minutti varð farið í høgt trýst í vinstru, og Viljormur Davidsen, ið hevði fingið liðskiparabandið, eftir at Hallur Hansson noyddist skaddur av vølli, kundi bróta spælið. Hann fann skjótt Jóan Símun Edmundsson, sum nú spældi í vinstra borði. Toftamaðurin var ikki til at fáa bóltin av, hóast umringaður av fleiri blákløddum, og hann fann Brand Hendriksson. Sølvi Vatnhamar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) Skálvíkingurin, ið var leikbannaður í Parkini, gjørdi avgjørt mun í føroyska spælinum, og hann hevur eitt gott skot. Málverjin megnaði ikki at halda kanónkúluni úr 25 metrum, og tveir royndir føroyingar vóru snildari og kvikari enn teir á heimaliðnum. Klæmint var komin í heilt tað rætta økið, fekk tamarhald á returbóltinum og spældi líka yvirum og útfrá til púra fría Sølva Vatnhamar, og leirvíkingurin kundi trilla bóltin í eitt tómt mál. Hetta var fyrsta málið hjá Sølva í einum undankappingardysti. Nú varð meira lagt fyri frameftir, og dysturin varð meira opin. Farið varð yvir til 4-4-2 leikskipan, og eftir endurtrýst frá Jóan Símuni inni á mótstøðuhálvuni gjørdi verjuleikara ótryggjan, fangaði Klæmint bóltin rak nakað frameftir og spældu síðani út til høgru til René Shaki Joensen, ið nú spældi á høgra vongi. René, hvørs pápi er ísraelsmaður, legði ein perfektan bleytan bólt í aftara øki, har Klæmint Andrasson Olsen-sjálvandi-var komin uppá pláss, og rituvíkingurin møtti bóltinum við pannuni og við ferð, og verjuleikararnir og málverjin høvdu ongan møguleika. So var 2-2, og NSÍ-liðformaðurin javnsettur metmálskjútti á føroyska A-landsliðnum við einum typiskum "Klæminti-máli" Jóan Símun Edmundsson (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) So var spurningurin: Fór man eftir sigurinum ella royndi man at halda, tí sum man hevði fingið. Hetta náddu Håkan og hinir á bonkinum næstan ikki at hugsa, tí hóast Føroyar hóttu í sama minutti sum 2-2 málið, so var tað Ísrael, sum ógvuliga skjótt skoraði aftur. Spælt varð ímillum okkara mið- og verjuketu, Hørður og Odmar fóru so at siga upp í sama mann, og eingin fyrgdi renningini hjá Dor Peretz, sum skeyt fyrstu ferð og ógvuliga væl, eftir at bólturin varð lagdur inn í føroyska brotsteigin. Seinastu løtuna stríddust føroyingar at koma upp á javnt aftur. Hetta kostaði nógva orku og gav eisini pláss og møguleikar hinvegin. Bestu støðuna hjá Føroyum kom Petur Knudsen í, tá Hørður Askham spældi hann væl ígjøgnum miðjuna, eftir at verjuleikarin fekk fatur á einum leysum bólti í miðkringinum. Misskiljing var í Ísrael-verjuni, men júst áðrenn Lyngby-áleyparin fekk trekt framvið málverjanum kom ein góð takkling frá miðverja forðaði helst fyri 3-3 málið. Tað varð, eins og í nógvum øðrum dystum í undankappingini, til "líka við og næstan" hjá Føroyum, ið stríddist væl og eisini vísti góðar taktir í spælinum og var veruliga ágangandi seinasta hálva tíman, men sum lat heldur løtt mál inn í seinna hálvleiki. Talan gjørdist um fýra stig í tíggju dystum-øll komu í hús móti Moldova. Hetta var ikki heilt úrttøkan, ið nøsin varð sett upp ímóti, men nógv av avrikunum hava samanlagt verið á góðari leið ella nær við heilt uppi. Næst á skránni er Nations League, sum byrjar næsta summar. Gunnar Nielsen (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) Heri Hjalt Mohr (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 41 Leygardagur 20. november 2021 Skoraðu tvey mál á útivølli fyri fyrstu ferð í yvir fimm ár Seinast føroyingar kundu fegnast um tvey mál í útidysti, var síðst A-landslið vann á útivølli-í 2-0 sigrinum í Riga í 2016. Liðið skorar næstan hvøja ferð úti undir Håkani Ericson, og Sølvi Vatnahamar skoraði sítt fyrsta undankappingarmál (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tá Klæmint Andrasson Olsen javnaði til 2-2 í Nethanya, skrivaði áleyparin seg inn í søgubøkurnar. Talan var um tíggjunda landsliðsmálið hjá 31-ára gamla áleyparanum, ið hevur skorað øll uppá tvey og eitt hálvt ár-í 22 dystum. Hann og Rógvi Jacobsen, ið spældi níggju dystir fleiri, enn Klæmint hevur spælt samanlagt higartil (44) eru nú javnsettir toppskjúttar í landsliðshøpi. Góða málið, har Jóan Símun Edmundsson og René Shaki Joensen eisini áttu sín góða part, var eisini serstakt, við tí at tað var nummar tvey á degnum hjá Føroyum. Tað leiddi tíverri ikki til stig, men hetta er fyrstu ferð síðani 7. oktober 2016, at føroyska A-landsliðið hjá monnum skorar meira enn eitt mál í einum útidysti. Håkan Ericson í Parkini, har tað eisini eydnaðust Føroyum at skora-í 80 prosent av útidystunum undir hansara leiðslu er tað eydnast (Mynd: Sverri Egholm) Tá var tað Jóan Símun, ið kaldliga økti til 2-0 eftir frálíkt upplegg frá Halli Hanssyni. Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 1-0 í dystinum í Riga. Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi hendan dagin. Tjúgu útidystur eru samanlagt farnir afturum síðani, har eitt mál er skotið í meginpartinum. Tað er eingin útivallarsigur komin í hús í undankappingardysti síðani kvøldið í Riga-tó vunnu Føroyar 1-0 í Andorra í Nations League í fjør. Tað er ógvuliga óvanligt hjá Føroyum at skora meira enn eitt mál í einum útdysti, men tað er heilt vanligt hjá Føroyum undir Håkani Ericson og toyminum at skora á útivølli. Tað hevur liðið gjørt í átta út av tíggju dystum síðani júst dystin í Andorra. Tað er bara í venjingardystinum í Herning í oktober í fjør, og á Hampden Park í Glasgow í mars, at liðið hjá Håkani ikki hevur funnið málið, tá spælt hevur verið uttanfyri Føroyar. Sølvi fyri fyrstu ferð Hann var 27-ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð spældi á landsliðnum. Árið eftir gjørdist Sølvi Vatnhamar fastur maður, og nú 35-ára gamli leirvíkingurin spældi sín landsdyst nummar 55. Har skoraði Sølvi, tá hann trillaði bóltin í eitt tómt mál til 2-1, eftir skotroynd frá Brandi Hendrikssyni og upplegg frá Klæminti Olsen. Miðvallarin við teimum mongu góðu eginleikunum skoraði í venjingardysti móti Liktinstein á Marbella í 2016. Mánakvøldið skoraði Sølvi fyri fyrstu ferð í undankappingardysti. Spania og Skotland eru fremst í bólkinum við 9 stigum í part. Ukraina og Ungarn hava 3 stig hvør, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Flyta hálvfinaluna í Sarpugerði vegna høgætt Víkingur og B36 spæla sunnudagin klokkan 15 ístaðin fyri í dag, tí veðurforsøgnin vísur á nógv betri veður í morgin-harvið verða fyrru hálvfinalurnar samstundis. Báðir dystirnir verða vístir í Televarpinum Tað var nakað av kava, tá B36 og Víkingur spældu landskappingardyst í Tórsvølli í apríl-veðurforsøgnin í dag ger, at liðini spæla ein dag seinni enn ætlað (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Vit eru í seinnu hálvu av november, og eins og í fjør fyrieika summi feløg seg til seinastu dystirnar á árinum. Eins og í 2020 skulu B36 og Víkingur stríðast um annað finaluplássið í kappingini um Løgmanssteypið og HB og NSÍ um hitt. Hesaferð verður tó talan um ein heimadyst og ein útidyst hjá hvørjum liðið og ikki ein dyst á uttanveltaðum vølli. Í fjør spældu tey hálvfinalu við Løkin í Runavík (Mynd: Sverri Egholm) B36 og Víkingur skuldu seta hálvfinalurnar í gongd í dag klokkan trý, men orsakað av at veðurforsøgnin-vegna høgætt í Gøtu, sum B36 skrivar á síðu sínari-til leygardagin ikki er so góð, so er dysturin fluttur eitt samdøgur. Slíkt kann koma fyri, serliga hesa tíðina á árinum, og harvið verða báðu fyrru hálvfinalurnar samstundis; avspark á Tórsvølli og í Sarpugerði verða klokkan 15 sunnudagin. Televarpið boðar frá, at báðir dystirnir verða vístir. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Landsliðsleikarar halda ikki fram í B36 Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson fara undir lesna í Danmark næsta ár-báðir hava spælt yvir 100 dystir fyri felag sítt Hannes Agnarsson hevur skorað fimm mál fyri B36 ár, verið við í fleiri øðrum og hevur-serliga við síni ferð-skapt nógva órógv hjá verjum (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Heimasíðan bolt. fo veit at siga um tveir B36-leikarar, ið báðir júst júst hava verið á ferð við A-landsliðnum, sum ikki halda fram í felagnum, orsakað av útbúgving í Danmark. Talan er um Hannes Agnarsson og Bjarna Petersen. Báðir hava spælt líka yvir 100 dystir-ávíkavist 105 og 110-fyri besta liðið hjá felagi sínum; felaginum teir eru vaksnir upp í. Bjarni Petersen hevur tó eisini spælt fyri TB og AB sum heilt ungur, og spældi fimm dystir í Betrideildini fyri EB/Streym. Bjarni sum 20-ára gamal, í samrøðu við Portalin eftir evropeiskan dyst Bjarni Petersen sum liðformaður á U21-landsliðnum, har hann spældi 14 dystir (Mynd: Sverri Egholm) Leikararnir, ið eru ávíkavist 22 og 23-ára gamlir, vóru báðir við til at vinna minniliga steypagullið í 2018, og tað var Hannes, sum skoraði málið, ið sendi finaluna móti HB í longdari leiktíð. Hannes Agnarsson og Bjarni Petersen hava spælt ávíkavist ellivu og tólv evropeiskar dystir fyri felagið og hava verið við til fleiri stórar løtur har-tildømis spæld Bjarni í 1-2 sigrinum í Montenegro í 2018, tá B36 kom víðari, og var eisini við í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia á Tórsvølli í fjør, har Hannes Agnarsson skoraði tað avgerandi málið. Hann slapp tíverri ikki á vøllin móti Danmark orsakað av mistaki á útskiftingarlepanum og tvørum dómarum. Næsta ár fer Hannes, eftir ætlan, undir at lesa til lækna í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm) Báðir leikararnir hava javnan víst lovandi taktir, tó at teir hava verið heldur plágaðir av skaðum-serliga Hannes Agnarsson. Í ár vóru báðir innkallaðir til A-landsliðið í tveimum førum eftir avboð, og Hannes fekk sínar fyrstu minuttir í dystinum móti Eysturríki í farna mánaði. Hann skuldi eisini koma inn á vøllin í Parkini, men orsakað av einum feili á útskiftingarlepanum, ið latin varð inn til fjórða dómaran, og ógvuliga tvørar dómarar, so slapp havnarmaðurin ikki inn, og tað var hann, sum vera man, ógvuliga vónbrotin av. Hannes skal lesa til lækna og Bjarni til løgreglumann, sum skilst-av tí at útbúgvingin hjá Bjarna ikki byrjar fyrrenn í mai, er møguleiki fyri at verjuleikarin verður at síggja í B36 fyrstu umførini í 2022. Greitt er eisini, at Hugin Samuelsen, ið er farin undir lesna í Danmark, og Sebastian Pingel ikki verða partur av hópinum næsta ár. Óvissa er eisini um nakrar aðrar leikarar hjá B36, hvørs kappingarár ikki er liðugt enn. Liðið skal spæla hálvfinalur í steypakappingini móti Víkingi hetta og komandi vikuskifti-B36 skal vinna steypakappingina fyri at koma í Evropa næsta ár. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 NSÍ steypavinnari á fyrsta sinni Talan var um málríka finalu, har NSÍ allatíðina var omaná, men har innskiftir spælarar hjá HB hvør í sínum lagi royndi at fáa veruligan spenning í dystin, men har Heidi Sevdal við tveimum einstaklingamálinum í 2. hálvleiki endaliga avgjørdi dystin Laila Pætursdóttir og Heidi Sevdal fegnast her um eitt mál í Klaksvík. Tað eru nú NSÍ-kvinnarar, ið kunnu kalla seg steypavinnarar-Laila, ið hevur vunnið steypið við KÍ áður, skoraði til 2-0, og Heidi, sum hevur vunnið við EBS/Skála og HB, skoraði málini í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í november í fjør tapti NSÍ steypafinaluna fyri KÍ, men leygarkvøldið eydnaðist kvinnum hjá NSÍ at vinna steyp fyri fyrstu ferð. Í málríkari og lívligari finalu á Tórsvølli vunnu tær í gulum og svørtum 4-2 á HB. NSÍ fekk tvey mál fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Tað fyrra í 12. minutti, eftir at Ansy Sevdal fekk fatur á leysum bólti í samband við hornaspark og smekkaði bóltin í HB-málið. Liðformaðurin hjá NSÍ varð kosin dagsins leikari. Tíggju minuttir seinni var tað Laila Pætursdóttir, ið sló til. Hóast 2-0 var HB væl við í dystinum, og frá byrjan í seinna hálvleiki varð Ása Stóra Carlsen sett á vøllin. Hetta gav beinanvegin úrslit, tí hon skoraði næstan beinanvegin. Sjarlotta Joensen helt ikki innleggið úr høgru, og so fylgdi Ása upp og minkaði um munin. Tríggjar minuttir seinni gjørdist munurin aftur tvey mál, tá Heidi Sevdal gjørdi bart. Stutt uttan fyri brotsteigin og nakað til høgru smekkaði nummar tíggju hjá NSÍ, sum er komin upp um 40 mál samanlagt í ár, til, og bólturin fór heilt yvir í longra málhorn. HB, ið millum annað sendi KÍ út á vegnum til finalun, royndi at svara við einum útjavnandi máli, men hóast nakrar góðar taktir, so gjørdist tað sjáldan heilt vandamikið fyri NSÍ, sum var vælskipað í verjustøðu. Ístaðin tók Heidi aftur sakina í egnar hendur, tá tíggju minuttir vóru eftir, rak inn í brotsteigin og avsluttaði væl til 4-1. So var so at siga avgjørt, tó at innskifta Elin Maria Isaksen, ið hevði nakrar góðar álopsatgerðir í høgru síðu, stutt seinni gagnnýtti eina misskiljing í NSÍ-verjupartinum. Tað vóru tó NSÍ-leikararnir og áskoðarar teirra, ið settu sín dám á á Tórsvølli, tá Jákup Øssurson Mohr bríkslaði fyri seinastu ferð. Nakrar hava roynt hetta fyrr við øðrum feløgum, men søga varð skrivað í seinasta dystinum á árinum. Eins og í fjør, endaði NSÍ á 2. plássi í Betrideildini, og síðani felagið fekk eitt lið í fremstu røð hjá kvinnum aftur, er tað vorið talan um eitt gull og trý silvurheiðursmerki-er endað í topp-tvey í øllum kappingunum. (Skíggjamynd: Televarpið) Steypafinalan hjá kvinnum 2021 Tórsvøllur 13. november Venjarar: Poul. N. Poulsen og Suni Ernstsson Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 Jann skal spæla um uppflyting Í dag spælir norska liðið Hødd á heimavølli móti Arendal í fyrsta upplytingardystinum. Einki lið hevur latið færri mál inn í hægstu deildunum í Noreg í ár, men liðið við føroyska høgra bakkinum skal vinna samanlagt og síðani vinna á triðniðasta liðnum í næstbestu deildini fyri at flyta upp Jann Benjaminsen skal komandi tíðina stríðast fyri at sleppa at spæla á hægri støði næsta ár (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Tað er ein tíð síðani, at tað varð greitt, IL Hødd fór at enda á øðrum plássi í bólki 1 í triðbestu norsku deildini. Hetta hevur við sær, at liðið fyrst skal spæla tveir dystir móti nummar tvey úr hinum bólkinum og vinna samanlagt fyri at framvegis hava møguleikan at flyta upp. Um hetta eydnast, so eru tveir dystir afturat á skránni-hvør sínu megin mánaðarskifti-móti liðnum, sum endar triðaftst í næstbestu deildini. Um Hødd megnar at vinna samanlagt í hesum dystunum, so fer Jann Benjaminsen at spæla í næstbestu norsku deildini. Hann skifti seinasta vetur til Hødd úr NSÍ eftir eitt ógvuliga gott persónligt 2020-kappingarár. Landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur í samaband við eina úttøku í heyst nevnt, at 24-ára gamli toftamaðurin, ið spældi í NSÍ nøkur av tannáringaárinum og í fimm ár sum vaksnamannaleikari, er uppá tal til at verða úttikin. Jann Benjaminsen hevur eisini spælt 90 minuttir í teimum flestu dystunum fyri Hødd, har hann hevur verið støðugur á høgra bakki og álopskendu dygdirnar hjá leikaranum, sum í uppruna er vongur, eru komnar til sjóndar við millum annað fleiri uppleggum og fýra málum. Hødd hevur bert latið 18 mál inn í 26 dystum-so fá mál hevur einki norskt lið latið inn í ovastu trimum deildunum, og liðið hevur ikki tapt seinastu tólv dystirnar-síðani síðst í august. Ein av liðfeløgunum hjá Jann í Ulsteinvik er Peder Nersveen, sum í 2019 gjørdi um seg á NSÍ-miðvøllinum. Rógvi Jacobsen, javnsetti toppskjúttin á føroyska A-landsliðnum spældi eitt skifti í IL Hødd. Bæði verjukendu og álopskendu dygdirnar hava komið Jann væl við í Hødd, sum stríðist fyri at aftur spæla í næstbestu norsku deildini Peder Nersveen var støðugur á miðvøllinum hjá NSÍ í 2019, tá liðið endaði nummar trý (Myndir: Sverri Egholm) Gekk ikki hjá liðnum hjá Patriki Liðið, sum Jann og liðfelagarnir taka ímóti leygardagin og skulu vitja næsta vikuskifti, er Arendal. Um tað ljóðar heldur kent, so er tað kanska tí, at tað er býurin, ið er íblástur til ógvuliga vælumtøktu Disney-filmarnar Frozen. Um tað verður ísur í Arendal 27. november, tá Hødd vitjar, er ivasamt, men greitt er, at í beinleiðis finalu um 2. plássi í bólki tvey sunnudagin vann Arendal trygt á Egersunds, ið Patrik Johannesen hevur spælt fyri í ár. Tað endaði 5-2 í Arendal. Meðan dysturin var, var Patrik við A-landsliðnum í Ísrael. Tvøramaðurin, sum hevur skorað 13 mál í 21 dystum fyri Egersunds, hevði leikbann til avgerandi dystin, og hetta var møguliga ein av orsøkunum til tapið. Patrik skrivaði undir eitt-árs sáttmála, tá hann í januar skift úr KÍ. Ivasamt er tískil, um hann tekur eitt ár afturat í triðbestu norsku deildini. Hødd og Arendal spæla fyrra uppflytingardystin í Ulsteinvik klokkan 15 í dag. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 Russar vóru náðileysir síðstu løtuna Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini í Grikkalandi 5-0-møguleikin fyri at koma víðari var annars til staðar Teir ið byrjaðu móti Russlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya) SkrivaÐ: Agnar Prestá Føroyska U19-landsliðið við dreingjum endaði tíverri ikki EM-undankappingina í Grikkalandi væl. Liðið fekk ein annars javnleik móti Grikkalandi leygardagin, og kom á 1-1 í fyrsta dystinum móti Týsklandi, sum ikki avgjørdi móti endanum. Russar høvdu undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum, og høvdu tískil ikki tað heilt stóra at spæla fyri. Hinvegin kundi føroyska liði við einum sigri–og møguliga einum javnleiki–spæla seg víðari í EM-kappingini. Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’ arin í samlaðu undankappingini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár. Men, sum fsf. fo skrivar, so víst russiska bjørnin vísti onga náði: Russar komu á odda í 5. minutti, og tá avtornaði stóð 5-0 til Russland á máltalvuni. Tað var kortini ikki fyrrenn seinastu tjúgu minuttirnar, at dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur. Russland endaði fremst í bólki 2 í EM-undankappingini við 9 stigum, Týskland fekk 4 stig, Grikkaland fekk 2 stig, meðan Føroyar endaði á 4. plássi við einum stigi. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 48 Leygardagur 20. november 2021 Stríddu seg til javnleik móti vertunum Eins og 21-landsliðið, megnaði U19-landsliðið at fáa góðan málleysan javnleik á útivølli. Grikkaland megnaði ikki at skora móti liðnum hjá Sigfríði Clementsen Liðið, ið byrjaði dystin móti Týsklandi í seinastu viku. Tann dysturin endaði 1-4. Bert ein broyting var í mun til tann dystin í føroysku byrjanaruppstillingini leygardagin, tá føroyingar og grikkar spældu málleysan javnleik (Mynd: Fótbóltssamband Føroya) SkrivaÐ: Agnar Prestá Dystur nummar tvey hjá føroyska U19-landsliðnum í EM-undankappingini í Grikkalandi við monnum var á skránni seinasta leygardag í Nafpaktos. Í fyrsta umfarinum eyndaðist at loypa hvøkk á ovast styrkismettu týskararnar, sum komu á odda beinanvegin, men sum lótu mál inn í 53. minutti. Áki Samuelsen skoraði fyri Føroyar, og í tjúgu minuttir vóru føroyingar á veg móti einum javnleiki móti Týsklandi. Tað endaði tó 1-4. Leygardagin eydnaðist Føroyum at fáa stig. Vertirnir høvdu tjúgu skotroyndir í mun til eina hjá Føroyum-seks á mál mótvegis ongari-vísa hagtølini hjá UEFA. Hóast nógvu royndirnar, so eydnaðist ikki grikkum at skora móti føroyska liðnum, ið stríddist og stóð ímóti í teimum 19 hitastigunum. Tað var greitt áðrenn kappingina áðrenn, at talan var um ein sera torføran bólk hjá Føroyum, men evnaríka og stríðsfúsa liðið hevur nú fingið eitt stig í hús. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 Eingin samanlegging í Hoyvík á hesum sinni Tað var ikki meiriluti millum limirnar í Undrinum á aðalfundinum mikudagin, og harvið verða framvegis tvey fótbóltsfeløg í Hoyvík, sum í 2022 fara at spæla í hvør sínari deild 1. september 2021 tryggjaði Undrið FF sær á fyrsta sinni upplyting til 1. deild. Limirnir ynskja, at hildið verður áfram har-fyri seg sjálvan (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í júst farna kappingarári vann Undrið FF 2. deild trygt, og tryggjaði sær harvið fyri fyrstu ferð rættin at spæla í næstbestu mansdeildini. Nakað av iva var sáddur um, hvørs serstaka felagið frá 2006 fór at fáa loyvi at spæla í 1. deild, tí undir lóggávuni hjá FSF er neyðugt at hava millum annað ungdómslið. Tað hevur Undrið ikki, og hesin knúturin var sum skilst ein av orsøkunum til, at samanlegging var á borðinum. 7. november skrivaði bolt. fo um møguligu samanlaeggingina í Hoyvík, og stutt um hvussu bæði kundu fingið fyrimun av tí. Nevnt varð, at bæði feløgini skuldu hava aðalfund tíggju dagar seinni-mikudagin- og at tann hjá Undrinum byrjaði ein tíma undan hinum. Undrið er sett saman av leikarum, sum eru "í góðum fótbóltsárum", koma ymsastaðni frá og har teir flestu helst ikki høvdu spælt fótbólt nú, um teir ikki spældu í Undrinum. Felagið er stórt sæð bygt uppá samanhald (Mynd: Sverri Egholm) Júst hetta seinasta gjørdi, at eykaaðalfundurin hjá FC Hoyvík, har samanlegging við Undrið FF og navnabroyting var á skrá, varð avlýstur í síðstu løtu, tí uppskotsstillararnir fingu fráboðan um, at á aðalfundi hjá Undrinum, ið eisini hevði samanlegging á skrá, var ikki meiriluti millum limirnar um málið. -Við støði í hesi avgerð, tóku uppskot stillararnir til eykaaðalfundin hjá FC Hoyvík, ið var nevndin, øll trý uppskotini aftur, og tí var eyka aðalfundurin avlýstur. Á facebook-síðuni hjá Undrinum vóru boðini kunngjørd á eitt sindur øðrvísi hátt. Sum skilst var tað ein ógvuliga breið semja í breiddarfelagnumum, at man vildi halda fram. Harvið verða tað framvegis at vera tvey feløg, sum koma at hava heimavøll í Hoyvík í 2022; eitt sum hevur ungdómsdeild, har nakrir leikarar eru at síggja á ungdómslandsliðunum og har besta mansliðið framhaldandi fer at spæla í 2. deild-hitt uttan ungdómsdeild men við sínum einasta liðið í næstbesu mansdeildini. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021 50 Leygardagur 20. november 2021 Schmeichel: Tað sat ikki í mær leingi Hóast danski málverjin var alt annað enn nøgdur, tá Føroyar fingu mál í Parkini, var sigurin tað, sum fylti mest eftir dystin, sigur hann Tað, sum var mest umráðandi, var sigurin, sigur Kasper Schmeichel (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Danski málverjin, Kasper Schmeichel var í øðini, tá føroyingar skoraðu í Parkini síðsta fríggjakvøld, eftir at Danmark annars hevði klárað at hildið málið reint í átta teimum fyrstu dystunum í hesari HM-undankappingini. Tað gekk tó ikki lang tíð, so fegnaðist hann bert um, at danska liðið hevði vunnið enn ein dyst. Tað segði hann á tíðindafundi í Glasgow sunnudagin, har danir týskvøldið skuldu hitta skotska landsliðið í seinasta dystinum í undankappingini. –Eftir dystin gekk líka ein minuttur, so var fokus á, at vit høvdu vunnið. Tað var ikki nakað, sum sat í mær leingi. Tað hvarv skjótt, segði hann um føroyska málið, sambært Ritzau. Men hann ásannaði kortini, at tað var keðiligt, at hann lat eitt mál inn. –Tað er jú okkara uppgáva ikki at lata mál inn. Tað tað ikki heilt riggar, so er tað sjálvandi keðiligt, sigur Schmeichel. –Clean sheet er ikki tað, sum er mest umráðandi, men tað er gott at fáa. Men sigurin hevði størri týdning. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021 Tíggju lond hava spælt seg til HM-trý pláss uppá spæl í mars Seinasta umfar í evropeisku undankappingini er nú av, og tað er síðst í mars, at play-off dystirnir eru. Har skulu lið sum Portugal, Italia og Svøríki stríðast um pláss í endaspælinum-Noreg og Finnland hava mist sín møguleika Portugal og Ukraina eru tvey av londunum, ið skulu stríðast um HM-atgongumerki í mars. Ronaldo og hansara menn mistu fyrsta plássið á stokkinum sunnukvøldið-Zinchenko og Ukraina tóku 2. plássið frá Finnlandi í gjár (Mynd: EPA) SkrivaÐ: Agnar Prestá Týskvøldið vórðu tríggir teir seinastu bólkarnir í evropeisku HM-undankappingini spældir. Har gjørdist millum annað greitt, at norðmenn og finnar vóru ov stuttir. Noreg, uttan Haaland, spældi í Rotterdam, har neyðugt var við minst einum stigi hjá heimaliðnum fyri at vinna bólkin, meðan Noreg skuldi vinna. Liðið hjá Van Gaal skoraði tvær ferðir seinastu seks minuttirnar, og so var atgongumerki til Katar tryggjað. Turkar komu afturum í Montenegro men fara víðari sum nummar tvey. Í bólki D greiddi Ukraina sína skyldu og vann 2-0 í Bosnia, og skal harvið spæla play-off, og heimsmeistararnir vóru ov sterkir í Helsinki. Mál frá Benzema og Mbappé, ið tók sakina í egnar hendur, í seinna hálvleiki, avgjørdu lagnuna hjá finnum, ið vóru til EM-endaspælið í summar, men sum ikki fáa sítt annað endaspæl á rað og í søguni. Tað er júst áhugavert, at út av teimum 22 londunum, sum hava vunnið seg víðari ella skulu spæla í play-off, so vóru 21 við til EM-endaspælið ísummar. Umframt Finnland, so røkka Slovakia og Ungarn ikki endaspæli á hesum sinni, meðan serbar aftur sleppa til HM-endaspælið. Serbia hevur ongantíð verið til EM, sum annað enn sentralur partur av Jugoslavia, men var við í HM 2018, 2010 og 2006 (tað síðstnevnda sum Serbia og Montenegro) og orsakað av skakandi sigrinum í Lissabon sunnukvøldið, vann Serbia bólk A og atgongd til Katar. Portugal hevði bert tørv á einum stigi, og Renato Sanches legði heimaliðið á odda tíðliga, og alt sá gott út hjá teimum, men stutt fyri steðgin javnaði Dusan Tadic, og í 90. minutti legði liðformaðurin upp til metmálskjúttan Aleksandar Mitrovic. Stór serbisk frøi, meðan portugisar noyddust at ásanna, at teir í mars skulu stríast í play-offs. Mitrovic í síðstu løtu í Lissabon-tað kann kosta Portugal dýrt Mancini skal finna aðrar loysnir til í mars, men EM-gullvenjarin er vísur í, at Italia kemur til HM. Tað eydnaðist ikki, síðst Gli Azzuri var í Playoffs (Mynd: EPA) Tað skulu italiumenn eisini. Tað er greitt, eftir málleysa javnleikin í Norðurírlandi mánakvøldið, samstundis sum Sveis vann stórt á Bulgaria. Evropameistararnir mistu harvið eisini atgongumerki á stokkinum, og svenska tapið í Sevilla sunnukvøldið ger, at lagnan hjá Zlatan og hinum heldur ikki er greið enn. Tað verður í mars, at avgerðin um tey seinastu trý plássini hjá UEFA til HM-endaspælið í Katar fellur. Tey tólv londini-teir tíggju tvey'ararnir, umframt teir báðir Nations League-vinnararnir, ið eru hægst styrkismettir, men sum ikki endaðu í topp-tvey í sínum bólki-hava trý pláss at spæla um. Býtt verður í tríggjar bólkar (path's) við fýra liðum í hvørjum, har hálvfinalur verða leiktar 24. mars-hvørt lið spælir eina hálvfinalu, og finalur 29. mars. Vinnararnir av hvørjum bólki/leið spælir seg til HM, so harvið skulu tveir dystir vinnast afturat hjá til dømis fyri evropameistarunum fyri at sleppa við til endaspælið-(styrkismett er eftir hvussu nógv stig liðini fingu í undankappingini-tey styrkismettu fáa heimavøll í hálvfinaluni) Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 Spæla báðar dystirnar í triðja umfari í Hoyvíkshøllini Um vikuskiftið vitjar Spono Eagles úr Sveis H71. Liðini skulu stríðast fyri at taka enn eitt fet í EHF Europa Cup-kappingini Jana Mittún og hinar sleppa nú av álvara at spæla á heimavølli-her í fyrsta dystinum móti WHC Cair, ið endaði við einum 18-máls sigri (Mynd: Sverri Egholm) SkrivaÐ: Agnar Prestá Í kvøld, leygarkvøldið 20. november, verður søga skrivað í Hoyvík, tá kvinnurnar hjá H71 taka ímóti mótstøðuliði úr Sveis í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini. Í oktober spældu H71-kvinnurnar fyri fyrstu ferð evropeiskar dystir, men tað var í Høllini á Hálsi. Nú verður tað vanligi heimavøllurin hjá H71, ið verður karmur um slíka uppgerð. Í umfarinum frammanundan vann H71 við heili 25 málum samanlagt á norðurmakedonska WHC Cair. Eins og tá, verða báðir dystirnir leiktir í Føroyum. Í hesum førinum verður tað 20. og 21. november í Hoyvík, har byrjað verður klokkan 18-Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum eitur Spono Eagles, er–akkurát sum H71–stovnað í 1971, og hevur vunnið sveitsisku landskappingina fýra ferðir og steypakappingina tríggjar ferðir Hoyvíkskvinnur skulu hesuferð stríðast um at koma víðari í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm) H71 vann grundspælið hjá kvinnum í fjør men endaði við bronsuni. Liðið hjá Inga Olsen gjørdist tó steypavinnari. Í løtuni eru hoyvíkskvinnur nummar fýra í SMS-deildini, har tær ikki enn hava tapt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021 Gleða seg at spæla ímóti H71 um vikuskiftið-Eg kann til stuttleika nevna, at seks av okkara spælarum verða verandi í Føroyum líka til mikudagin, tí teir vilja halda feriu har í nakrar dagar–men tó ikki fyrr enn at arbeiðið er fingið frá hondini, sigur forsetin í sveisiska mótstøðuliðnum hjá H71, Spono Eagles SkrivaÐ: h71. fo Sveitsiska ferðalagið fór heimanífrá gjáramorgunin og ferðast hendavegin um Keypmannahavn. –Vit gleða okkum at koma til Føroya, sigur forsetin í Spono Eagles, Andras Balmer. Steypavinnararnir í sveitsiskum hondbólti hjá kvinnum vitja um vikuskiftið føroysku steypavinnararnar H71, og dystirnir í EHF Europa Cup-kappingini millum H71 og Spono Eagles verða spældir í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið og sunnukvøldið, bæði kvøldini klokkan 18.–Fyri mítt viðkomandi má eg ásanna, at tað ikki er nógv, eg veit um føroyskan hondbólt. Satt at siga, var eg so eiðasørur, at eg í fyrstani helt, at H71 spældi í bestu donsku deildini, men skjótt fann eg útav, at tit sjálvandi hava tykkara egnu bestu deild í Føroyum, sigur forsetin í Spono Eagles, Andreas Balmer. –Nú havi eg so funnið útav, at Føroyar í hondbólthøpi eru partur av norðurlendsku traditiónini, har hondbólturin hevur nógv størri týdning enn hann hevur tað í Miðeuropa og Sveits. Hjá okkum eru skíðing og fótbóltur nógv størri, men hondbólturin er tó á veg fram. Enn stendur kvinnuhondbólturin tó nakað í skugganum av manshondbóltinum, men tað kemur, sigur forsetin. Elsa Egholm og hinar í H71 fáa sveisiska mótstøðu um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)–Okkara kvinnulandslið er mannað við spælarum, sum dagliga spæla í Týsklandi, Fraklandi og aðrastaðni, so tað grør um gangandi fót. Á liðnum hjá Spono Eagles, sum nú vitjar í Hoyvík og Føroyum, eru allir spælararnir sveitsiskir uttan tann eini, sum er úr Danmark. Fleiri europeiskar royndir Spono Eagles hevur síðani 1991 javnan verið við í evropeisku kappingunum, og fleiri av spælarunum hava spælt europeiskar dystir. Forsetin kundi saman við hinum fegnast um, at Spono Eagles vann so sannførandi samlaðan sigur á KHF Vushtrria úr Kosovo, at málmunurin var ikki minni enn 83-20 yvir báðar dystirnar. –Eg kann til stuttleika nevna, at seks av okkara spælarum verða verandi í Føroyum líka til mikudagin, tí teir vilja halda feriu har í nakrar dagar–men tó ikki fyrr enn at arbeiðið er fingið frá hondini. Eitt kvinnufelag burturav H71 og Spono Eagles eru javngomul feløg, ið bæði eru sett á stovn í 1971. Í dag er Spono Eagles tó burturav eitt felag við kvinnuliðum:–Tá ið vit tosa um børn undir 9 og 11 ára aldur, so eru onkrir dreingir við, men tá ið teir fylla 12 ár, mugu teir fara til okkurt annað felag, sum teir gjarna finna í einum av grannabýum okkara, sigur forsetin, ið tó rættar seg sjálvan og sigur, at eitt manslið er eftir í felagnum. –Tað eru menn yvir 35 ára aldur, sum í síni tíð vóru við til seta felagið á stovn. Men kvinnurnar hava yvirhálað teir fullkomiliga, tí tær hava roynst best øll árini, so felagið í veruleikanum er eitt felag, ið burturav hevur gentu- og kvinnuhondbólt. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 Elias toppskjútti í Fraklandi Sävehof vann í vikuni við fimm málum á Pays d'Aix UC, sum í løtuni liggur á 3. plássi í fronsku kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu skipaði spælið hjá svenska liðnum tað mesta av EHF European League-dystinum og skoraði seks mál og legði upp til seks 19-ára gamli Elias á Skipagøtu spælir nú regluliga á evropeiska pallinum SkrivaÐ: Agnar Prestá IK Sävehof kappast i oddinum í Handbollsligan, har liðið frá Partille, nær við Göteborg liggur á 2. plássi, og liðið hevur nú vunnið tveir dystir á rað í EHF European League. Hetta er greitt eftir 30-25 sigurin í Pays d'Aix UC týskvøldið. Mótstøðuliðið liggur nummar trý í bestu fronsku deildini-bert Nantes og PSG eru frammanfyri- og var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men útiliðið var greitt omaná frá byrjan, og veruligur spenningur var ongantíð í dystinum. Verjan hjá Sävehof og serliga málverjin, Bertram Obling, stóð væl. Ofta vóru mistøk hjá heimaliðnum revsað væl og skjótt við kontraálopum. Obling hevði eitt bjargingarprosent á 54 eftir fyrra hálvleik. Elias Ellefsen á Skipagøtu var fyri tað mesta inni í álopinum-hann fekk eina útvísing í verjustøðu í fyrra hálvleiki- og har skipaði hann oftast spælið hjá svenska liðnum. Tað gjørdi hann fyri tað mesta við ferð og dygd, og fyrsta mál hansara var eitt ordans undirhondsskot, har hoyvíkingurin so at siga bovlaði. Hann skoraði trygt uppá síni fyrstu trý brotskøst, og brendi eitt seint í dystinum, tá alt var avgjørt. Elias hevði seks assist, afturat sínum seks málum, eftir okkara uppteljing, og harvið gjørdi hann verulig vart við seg á evropeiska pallinum. Hann var javnsettur toppskjútti við danan Rune Schröder, ið 19-ára gamli føroyingurin spældi upp nakrar ferðir. Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rune Schröder 6 mál Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021 Ellivu: Todi og Rógvi í álopinum Fótbóltsmagasinið Ellivu hevur saman við lesarum og øðrum funnið fram til bestu spælararnar, sum hava verið á landsliðnum (Mynd: Ellivu) SkrivaÐ: Tíðindaskriv Lesararnir hjá Ellivu hava, saman við einum venjarabólki og einum fjølmiðlabólki, valt Toda Jónsson og Rógva Jacobsen sum bestu áleypararnar í altjóða tíðarskeiðnum hjá føroyska landsliðnum. Ellivu hevur í ár skipað fyri eini atkvøðugreiðslu, um hvørjir hava verið teir bestu føroysku landsliðsspælararnir í fótbólti, síðani vit fingu altjóða limaskap í 1990. Nú er liðið fullmannað. Í fyrstu útgávuni í ár bleiv málverjin valdur. Her vann Jákup Mikkelsen plássið í harðari kapping við Jens Martin Knudsen og Gunnar Nielsen. Jens Martin Knudsen vann plássið á bonkinum. Í aðru útgávuni var eisini hørð kapping um plássini. Í verjuna komu Pól Thorsteinsson, Jóannes Jakobsen, Óli Johannesen og Jens Kristian Hansen. Á bonkinum eru Atli Gregersen og Jónas Tór Næs. Mitt á miðjuni eru Fróði Benjaminsen og Brandur Hendriksson. Í høgru er Sølvi Vatnhamar, og í vinstru er Christian Lamhauge Holst. Í álopinum blivu valdir Todi Jónsson og Rógvi Jacobsen. Á bonkinum sita Jens Martin Knudsen, Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Hallur Hansson, Kári Reynheim og Jóan Símun Edmundsson. Nýggja útgávan hjá Ellivu er í handlunum kring landið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021 E-sport í Margarinfabrikkini–ein royndarverkætlan Margarinfabrikkin í Havn hevur havt eina royndarverkætlan, har seks næmingar úr ymsum 9. flokkum hava vant E-sport (Mynd: Ólavur Frederiksen) SkrivaÐ: Síðani mars í árhevur Margarinfabrikkin í Havn roynt eina E-sport royndarverkætlan við seks næmingum. Hetta er ein roynd at fáa ung at brúka E-sport, sum eitt aktivt positivt amboð í frítíð teirra. Næmingarnar eru úr 9. flokkunum úr fleiri skúlum í kommununi, og skulu teir ígjøgnum ymisk skeið í samband við E-sport venjingina. Rúni Winther Johnsen, ið er venjari hjá E-sport liðnum, greiðir frá, at spælt verður í spælinum CS: GO, ið inniheldur nógvan taktik, strategiir, samskifti, muscle memory, reaktiónsevnir, logik og búskap:-Næmingarnar skulu ígjøgnum samskiftis-, logic-, lið-, og taktikvenjingar. Og eftir hvørja venjing og aftaná hvønn dyst, skulu næmingarnar ígjøgnum eina sjálvreflektión, fyri at læra meira um seg sjálvan, og hvussu teir kunnu gerast betri til at samskifta og gera hvønn annan betri. Rúni Winther Johnsen greiðir frá, at spælið CS: GO er heimskent, og er eitt tað mest vanliga E-sport spælið í heiminum. -Í eitt nú Danmark bjóða tey E-sport í CS: GO í teimum flestu fólkaskúlunum, eftirskúlunum, háskúlum og frítíðartilboð-líka sum Margarinfabrikkin nú ger eina roynd í. Næmingarnar hava longu roynt seg í altjóða kappingum, har teir hava spælt ímóti øðrum ungum í Danmark, Íslandi og Noregi og tað gekk sera væl. Til kappingina høvdu næmingarnar umleið 300 tímar á baki í spælinum, í meðan flestu mótstøðuliðini høvdu meira enn 6.000 tímar, og høvdu spælt í eini seks ár. Teir endaðu á einum sætta plássi út av 14 liðum. Næmingarnar høvdu í fyrsta umfarið navngivið liðið“ Mammusafabrikk” eftir Margarinfabrikkini, men síðani hava teir skift navn til“ Ragnarok”, tí at teir høvdu eitt ynski um at gera liðnavnið meira føroyskt. Í sambandi við pilot-projektið varð samrøða gjørd við næmingarnar, og vórðu teir á einum máli um, at teir høvdu fingið væl burturúr. Jaspur, sum er liðskipari nú, greiðir frá at hann byrjaði sum Lurker:-Lurker er ein sum spælir øðrvísi enn øll hini á liðnum. Lurker skal millum annað sníkja seg runt á bananum, fyri at vita um hann fær dripið mótstøðuliði, uttan at tey eru varug við tað. Rollan opnar sum oftast rundirnar, og er tann sum ger at alt spælið verður broytt. Jaspur kom eitt sindur seinni inn á liðið, og hann helt tað verða sera spennandi frá byrjan. Hann sigur frá, at hann altíð hevur havt áhuga í E-sport heiminum, og at tað tískil lá natúrligt at gerast partur av einum veruligum E-sport liði. Jaspur nevnir, at tá hann kom inn á liðið, var tað nokkso ógreitt hvør hansara leiklutur var, men hann fann skjótt útav, at honum dámdi best at spæla sum Lurker, fyri at hava eina serastaka ávirkan á liðið:-Eg tók mær skjótt av at verða hjálpar liðskipari, har eg sjálvur legði stóran dent á samskifti hjá okkum øllum. Eg føldi, at vit allir høvdu spælt betri, um vit høvdu størri virðing fyri hvørjar okkara rollur vóru, og hvussu vit spæla saman sum lið. Tí setti eg mær fyri, at hava eina positiva ávirkan á liðið, við altíð at leggja mítt prei eftir á hinum leikarunum, at tosa pent, vísa virðing og ikki rópa ella tosa óneyðugt. Sambært Jaspuri hava venjingarnar hjálpt honum nógv við tí at arbeiða í toymi, heldur enn at arbeiða sjálvur. -Vit lærdu væl og skjótt, at man ikki kann arbeiða sjálvur–tí vit vilja allir tað sama, og saman koma vit longri. Tað hevur verið stórur munur á at spæla online og so at spæla saman í Margarinfabrikkini. At hava spælt saman sum eitt lið við venjingum og venjara, haldi eg sjálvur, at tað hevur havt eina sera jaliga ávirkan á meg sum persónur, har eg nú hugsið nógv longri enn tá eg byrjaði at spæla. Jaspur sigur frá, at hetta hevur verið ein góð og gevandi verkætlan á fleiri økjum, t. d. viðvíkjandi reaksjónsevnum, logiskum sansi og øðrum eginleikum, og so hava teir á liðnum eisini havt sovornar stuttligar styrkivenjingar. Yvirhøvur heldur hann hesa verkætlanina verða ein jalig uppliving, sum heilt víst kann viðmælast:-Eg vildi viðmælt øllum ungum at roynt tað–tí tað er ikki bara at spæla. Vit eru sosial, læra nógv og sjálvreflektiónirnar hava havt eina jaliga ávirkan á okkum allar. Vit tora betri at verða erligir, og vit eru nú nógv betri vinmenn enn áðrenn, tí nú síggja vit okkum sum eitt lið ið arbeiðir saman. Tórarin greiðir frá, at hann var við frá byrjan, eftir at hava prátað við leiðaran í Margarinfabrikkini um E-sport. Hann ynskti beinanvegin at gerast partur av liðnum, tí hann metti tað verða áhugavert, og tí hann gjarna vildi brúka sína tíð og telduna til nakað positivt og verða sosialur í einum veruligum E-sport liði, heldur enn bara at spæla einsamallur online. -Eg var liðskipari í eina tíð á liðnum, tí eg helt tað verða sera áhugavert at verða tann sum segði hvat vit skulu gera, og eisini fyri at planleggja hvussu vit spæla, nær vit venja og í tað heila tikið hava størri ávirkan á liði. Eg gav so liðskiparabandi víðari til Aron tá ið vit fóru til fyrstu kappingina, tí hann tyktist fyri mær at brenna nógv fyri at gera taktikkir og strategiir. Mín rolla á liðnum er nú Support, tí mær dámar væl at vera tann sum hjálpir hinum á liðnum at spæla betri. Mín rolla snýr seg nógv um, hvussu eg fái útført taktikkin og strategi’ ina sum liðskiparin hevur givið okkum, og soleiðis kunnu vit spæla betri inni í dystinum. Tórarin sigur at hendan verkætlanin hjá Margarinfabrikkini hevur havt stóra og góða ávirkan á hann:-Fyri meg hevur sjálvreflektiónin aftaná hvønn dyst og venjing havt stóra ávirkan á meg. Eg haldi sjálvur, at eg havi lært nógv meira um meg sjálvan, og eisini havi eg lært nógv meira um menniskjur sum heild, tí vit práta erligt um hvønn annan, og tosa um hvat gekk galið, hví tað gekk galið-alt hjá hvørjum einstøkum. Eg haldi hetta tilboðið í Margarinfabrikkini er ein“ lifesaver”, tí annars høvdu vit einki gjørt um kvøldarnar-kanska vit høvdu bara sitið heima og spælt online, men nú síggjast vit og hava tað stuttligt og læruríkt saman. KOYR Á TEAM MAMMUSAFABRIKK!! Aron, sum eisini hevur verið við frá byrjan, var ongantíð í iva um, at hann vildi verða partur av einum E-sport toymi, tí hann hevur altíð havt áhuga í E-sport heiminum- og serliga at verða við í einum E-sport liði. Aron heldur tað verða stuttligt at kappast og gerast betri:-Eg síggi eina bjarta framtíð í E-sporti, og eg vil gerast partur av tí við hesum liðnum í Margarinfabrikkini. Aron hevur leiklutin sum liðskipari á liðnum, og 2 nd rollan er support. -Eg brenni fyri at gera góðar taktikkir og strategiir til liði, og mær dámar væl at analysera hvar leikarnar skulu spæla, og hvussu eg kann gera liði og einstøku leikarirnir betri. Eg fekk liðskiparabandi frá Tórarin, tí mær dámar væl at verða tann sum sigur inni í spælinum hvat vit nú skulu gera- og tá tosað vit ofta um splitt sekund avgerðir, sum broytir ein heilan dyst. Sjálvur hevur Aron roynt at spælt onkrar online kappingar, men tað við at spæla sum eitt føroyskt lið í Margarinfabrikkini gevur nógv meira, sigur hann, tí teir eru so sosialir í og við at teir spæla á sama stað. Yndisvenjingin hjá Aroni hevur verið samskiftisvenjing:-Síðani vit byrjaðu hava vit allir broytt okkara verumáta totalt. Vit byrjaðu við at rópa, lítið skil var í og ofta blivu vit óðir. Nú eru vit púra róligur, vit feira hvørt win hvørja rundu, og hava sera gott team spirit. Eg havi innført, at vit eftir hvørja rundu skulu geva highfive, fyri at leggja dent á, at vit eru eitt lið-saman koma vit langt. Mær dámar væl hvussu væl vit samskifta nú, og haldi sjálvur at vit allir eru nógv betri vinmenn, meira sosialir og hava meira virðing fyri hvørjum øðrum. Vit lurtað eftir hvørjum øðrum, og vit loysa allir trupulleikar saman-eingin stendur sjálvur meira. Eg haldi at hetta tilboðið er ordiliga gott, og eg kundi næstan ikki ímynda mær hvussu tað er ikki at hava hetta tilboði meira. Tað er løgið, at hetta ikki var áðrenn, serliga aftaná at hava roynt tað. Mathias Lassen greiðir frá, at Tórarin og hann tosaðu við leiðaran á Margarinfabrikkini um møguleikan at gera eitt E-sport tilboð. Teir søgdu henni at flestu støðini kring okkum hava tilboð um E-sport, og at teir, við fleiri vinmonnum, høvdu hendan áhugan. Tí var tað ikki meira enn natúrligt, hildu teir, at Margarinfabrikkin eisini hevði hetta tilboðið. Og tað spældi væl av, tí leiðarin Salua Manai, setti á stovn eina royndarverkætlan. Hetta varð Mattias ordiliga glaður fyri:-Eg eri ein sera kappingarsinnaður persónur, og varð spentur uppá, at Margarinfabrikkin fór at bjóða út til eitt E-sport lið. Eg var fyrsti í kø’ ini til at melda meg til, og slapp heldigvís inn. Eg legði stóran dent á, at eg ynskti at spæla í kappingar, bæði í føroyum og altjóða. Sum partur av einum liði, ynskti eg beinanvegin at gerast ein lykla spælari, fyri at geva mær sjálvum møguleikan at blíva so góður og professionellur sum gjørligt. Mattias greiðir frá, at hansara fokus á liðnum er at spæla sín leiklut til fulnar. Og hann venur dagliga heima, bæði við liðnum og við aðrar vinmenn, sum eiga teldu heima. Hann sigur frá, at fleiri av hansara javnaldrum eiga onga teldu, og tískil gerst Margarinfabrikkin enn týdningarmiklari. -Har eru nakrir á liðnum sum ikki eiga teldu heima, og tað ger tað enn betri, at Margarinfabrikkin kann bjóða hetta tilboði í góðum kørmum, har vit eru sosialir og læra at spæla saman. Mattiasi dámar sera væl venjingarnar við sjálvrefleksjón, og eisini taktik/strategi venjingar:-Tað hevur lært meg sera nógv um at brúka teldur, spæla spælið til fulnar og hvussu eg kann veksa sum persónur, við at seta meg sjálvan í gongd at læra logikk í bæði spælinum, og eisini brúka tað í skúlanum til at betra meg sjálvan. Eg eri kanska ein meira ego spælari, -tað havi eg lært ígjøgnum reflektiónina, og av tí sama havi eg lært hvussu eg kann spæla meira sum ein liðspælari, og ikki bara spæla solo. Eg dugi nú nógv betri at tosa og skilji hinar á liðnum, og tá eg spæli online nú, so havi eg eitt mál sum lið, og ikki bara hvussu eg sjálvur spæli inni í spælinum. Vit lærdu skjótt, at tá man spælir saman sum lið, arbeiðir saman, so kemur man nógv longri. Mattias greiðir frá, at hann heldur tað verða løgið í dag, tá hann hugsar aftur til tíðina áðrenn margarinfabrikkin fekk hetta E-sport tilboðið:-Eg havi ongantíð verið so góður við vinmennirnar sum nú, eg dugi at halda mítt“ rage” niðri í botn, eg rópi ikki meira. Eg slái ikki í borði meira, eg brúki ikki keðilig orð online sum fyrr, og eg havi lært nógv um, at tað nyttar ikki at gerast óður at tapa, -men tvørtur ímóti feiri eg øll lítil wins hvørja rundu. Vit rósa hvørjum øðrum nógv nú, og tað tykist mær sum ein nýggj verð er opnað, -tað at vera góður við øll, og ikki bara taka mær av mær sjálvum. Rúni Vang greiðir frá, at tá royndarverkætlanin byrjaði, og vinmenninir Tórarin og Mathias spurdu um hann var áhugaður at gerast partur av liðnum, so var hann var eitt sindur skeptiskur. Ikki tí, honum hevur altíð dámt væl hugtakið E-sport, men hann visti ikki so nógv um hvat tað innibar, sigur hann:-Eg helt í byrjanini, at vit bara fóru at spæla teldu og hugna okkum saman, men eg fann skjótt útav, at hetta handlaði um at útvikla okkum sum persónar, at læra um okkum sjálvar, læra hvønn annan at kenna og gerast betri sosialt tilvitaðir, um samskifti og um hvussu okkara verumáta kann mennast til tað positiva. Rúni, sum venur judo, greiðir frá, at í tí ítróttini eru ógvuliga miðvísar venjingar. Men tað var eitt lítið sjokk fyri hann, tá teir á liðnum byrjaði at gera enn meira miðvísar venjingar, í samskifti, logikki og reflektións rundum. -Tað gav so nógv meira enn ein kann seta orð á. Eg havi verið sindur meira friðaligur enn hinir á liðnum í byrjanini. Eg helt meg meira fyri meg sjálvan og spældi mítt egna spæl fyri tað mesta. Men tað kann eg ikki siga meira, tí bara aftaná 2-3 vikur, so byrjaðu hinir á liðnum at koma við konstruktivum kristiskum afturmeldingum, har vit prátaðu og lærdu um hvussu vit skulu arbeiða sum eitt lið, og hvussu eg kundi blíva betri sum leikari og spæla saman. Vit geva øllum hvørjum øðrum feedback, og tað er sera stuttligt og mennandi. Tað er løgið, at man ikki ger tað í øðrum lærugreinum, sum til dømis í skúlanum. Yndisvenjingin hjá Rúna heldur hann, er tá teir venja inni í spælinum hvør sær. -Mær dámar væl, at seta meg inn í spælið, koyra musikk í oyrini, og so hita nógv og leingi upp í ymsu bananum vit læra okkum, og so fórdjúpa meg í tað. Mær dámar eisini sera væl taktikkin í spælinum, har vit allir saman læra okkum hvussu vit kunnu kasta við granadum ávís støð, soleiðis at mótstøðuliði ikki fær spælt so væl ímóti okkum. Eg haldi tað vera áhugavert, tí so leggja vit eina góða byrjan til alt liðið samlað, og kunnu útføra okkara strategi og taktik í felag. Til endans í samrøðuni kemur eisini Rúni inn á týdningin av venjingunum við sjálv-refleksjón:-Hon hevur nokk givið okkum nógv meira enn vit kunnu seta orð á. Vit læra at práta erligt saman, fortelja hvat vit kunnu gera betri og rósa okkum fyri alt tað lítla sum vit gera gott. Eg havi ongantíð gjørt tað áðrenn eg var partur av E-sport liðnum, og man burdi gjørt tað til nógv fleiri ting enn bara E-sport”, sigur Rúni Vang at enda. Salua Manai (Mynd: Ólavur Frederiksen) Leiðaranum í Margarinfabrikkini, Salua Manai, sigur soleiðis um verkætlanina:-Eftir at hava fylgt E-sport verkætlanini í eitt gott ár nú, havi eg m. a. lært og sæð hvat ein felags áhugi fyri einhvørjum kann gera við ungu dreingirnar. Tað at kenna seg sum ein part av einum felagsskapi, og at kenna seg týdningarmiklan, vita vit, er avgerandi fyri hvussu vit trívast sum menniskju. Rúni, venjarin hevur megnað at givið hesum dreingjunum eina kenslu av øllum hesum og tað síggja vit aftur í samrøðunum við teir. -Tað sum teir venja, er ikki bara spælið sjálvt sum teir spæla, men í stóran mun lívsførleikar, sum teir kunnu nýta aftur í teirra skúlalívið eins og frítíðarlívið. Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021 |
Foreldraráði er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Ávikavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávíkavist verða ein og tveir limir valdir í ólikatals ári. Ráðið, har leiðarin er fastur limir, men hevur ikki atkvøðurætt, skipar seg sjálvt við formanni, næstformani og skrivara. Í foreldraráðnum sita: Jastrid Jacobsen, Katrin Frederiksberg, Monica Ósá Henriksen, Joan Finnsdóttir Joensen og Hanna Victorsdóttir Hentze |
Stovnurin letur IKKI blæður til tey sum hava tørv á tí. Tað mugu foreldrini hava við. Sjúka- og frídagar Um ikki onnur avtala er gjørd skulu børnini vera komin á stovnini í seinasta lagi kl. 10.00. Børnini skulu avleverast á stovninum, hettar tí at vit meta at tað er tann besta avleveringin fyri barnið. Um tit koma seinri, og ikki hava gjørt avtalu frammanundan, kunnu tit koma til matpakka kl 12.00. Er barni sjúkt, skal tað ikki koma í barnagarð. Við sjúku meinast alt sum er smittuspjaðandi, ella um støðan hjá barninum er so vánalig, at tað ikki orkar at fylgja við dagsskránni í barnagarðinum ella vera millum hini børnini. Leikur Loyft er at hava leikur við í barnagarð á ávísum døgum. Starvsfólkið tekur sær onga ábyrgd av, um tær vera burtur ella skaði kemur á tær. Føðingardagar hjá børnunum Um ætlanin er at hátíðarhalda føðingardagin í barnagarðinum, tosið við starvsfólkið á stovuni um, hvussu dagurin skal haldast. Um barni ynskir at hátíðarhalda føðingardagin heima, skulu innbjóðingarkortini gevast privat og ikki leggjast í plássini hjá børnunum. Eisini hava stovurnar matdagar hvør í sær og boða frá hesum í góðari tíð. Túrar og útferðir Vit gera nógvar túrar. T. d. vitja vit spælipláss, aðrar stovnar og fara annars nógv út í náttúruna. Serliga í summarhálvuni verða longri útferðir gjørdar, t. d. til Viðareiðis, í Eysturoynna, Havnar v. m. Evnisarbeiði Vanligt er at hava bólkaarbeiði um ymisk evni, har børnini eru í bólkum eftir aldri og førleika. Klokkan 10 hava stovurnar samling, har verður sungið, spælt og tosað. Álvarslig evni sum t. d. happing og sjúka/deyði, verða ofta viðgjørd í samlingini. Fimleikur Saman við hinum stovnunum í Klaksvík, hevur Blákollan atgongd til fimleikarahøllina, eina ferð um vikuna. Onkuntíð eru øll børnini í Blákolluni við, aðrar tíðir verður farið í bólkum. |
Blái Krossur Føroya takkar øllum, ið á ymsan hátt stuðla og eru virkin í felagsskapinum. Blákrossvirksemið er tíanverri ávirka av Covid-19, serliga við tað, at handlarnir hjá okkum hava verið stongdir. Handlarnir fíggja ein stóran part av okkara virksemi. Um tú ynskir, at geva eina gávu ert tú vælkomin at trýsta her ella flyta peningin á: 9181-495.393. 4 Hesar peningagávur vera nýttar til at fíggja alt barna- og ungdómsarbeiði hjá Bláa Krossi. |
Vilt tú menna tínar terapeutisku førleikar? Kom so og nem tær útbúgving í Dialektiskari atferðarterapi. DAT Dialektisk atferðarterapi er ein vísindaliga grundaður sálarfrøðiligur viðgerðarháttur, sum hevur víst seg at veita munagóða hjálp á nógvum økjum, eins og persónsleikaórógvi, rúsnýtsluórógvi, tunglyndi, etingarólagi og øðrum. DAT-viðgerðin hjálpir klientinum at fáa eitt nógv betri lív, sum er minni eyðkent av sálarlíðing, sjálvskaðandi atferð, rúsmisnýtslu, etingarólagi og atferð, sum annan hátt minkar um lívsgóðskuna. Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Útbúgvingin fevnir um ástøðið, sum undirbyggir DAT og fer ígjøgnum kjarnuførleikaøkini: uppmerksemi, relatiónir, kenslur og kreppur. Umframt hetta, verður undirvíst í kliniskum amboðum so sum ketugreiningum, uppmerksemisvenjingum og øðrum. Nógv høvi vera, at royna vitanina, undirvíst verður í, av í venjingum. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Tvs. rúsviðgerðar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, psykoterapeutar, sosialráðgevar, læknar og líknandi. Tilmelding Ynskir tú, at melda teg til, kanst tú senda Blákrossheiminum ein teldupost ella ringja 770 770. Vinarliga upplýs for- og eftirnavn, aldur, bústað, telefonnummar, útbúgving, starv og starvsstað og, um viðkomandi, um atlit skal takast til ovurviðkvæmi fyri eitt nú gluten ella laktosu. Meldar tú teg til áðrenn 1. mai, fært tú 10% í avsláttri! Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg. |
Datvarpið 14–Hvussu kann eg samskifta meira effektivt? 2. jun. 2020 Samskifti er týdningarmikið í eini relatión. Hvussu tú samskiftir spælir ein týdningarmiklan leiklut í hvørt tú nært tínum málum í relatiónini ella ikki gert tað. Hesin førleikin, styttur LÚSA URT, snýr seg um effektivt samskifti: hvussu umvegis títt samskifti kanst fáa tað, tú vilt hava. |
Vilt tú menna tínar terapeutisku førleikar? Kom so og nem tær útbúgving í Prolonged Exposure. PE PE, sum stendur fyri Prolonged Exposure, er vísindaliga grundað viðgerð fyri PTSD. Mett verður, at millum 60% og 75% av fólkum uppliva traumatiskar hendingar. 10% av teimum menna PTSD, ella post-traumatiskt stressórógv. Traumatiserandi hendingar kunnu vera kynslig misnýtsla, harðskapur, vanlukkur, kríggj ella annað, sum ein sjálvur kann uppliva ella vera vitni til. Við PTSD fylgja ofta aðrar diagnosur, eins og rúsnýtsluórógv, borderline persónsleikaórógv, angist og annað. Tað er Casper Aaen, løggildur sálarfrøðingur, sum undirvísir. Luttakarar fáa undirvísing í hvat trauma og PTSD eru, og hvussu teir kunnu hjálpa klientum at konfrontera síni traumatisku minnir og á hendan hátt fáa betri sálarheilsu og hægri lívsgóðsku. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan sálarheilsuøkið. Vinarliga upplýs for- og eftirnavn, aldur, bústað, telefonnummar, útbúgving, starv og starvsstað og, um viðkomandi, um atlit skal takast til ovurviðkvæmi fyri eitt nú gluten ella laktosu. Blákrossheimið Við Pæturshús 2 FO-655 Nes Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg. |
Eitt væl skipað rættarsamfelag er treytað av sterkum stovnum og virknum almennum kjaki. BLF hevur undrast á, at politiska skipanin og almenningurin ikki í størri mun hava gjørt vart við vantandi parlamentarisku luttøkuna í sambandi við tey inntriv, sum landsstýrið hevur fráboðað fyri at basa koronusmittuni. Tí hvønn týdning hevur tað fyri rættarsamfelagið, at landsstýrið velur at handfara kreppuna við tilmælum? BLF hevur sent skriv til miðlarnir um handfaringina av korona. Skrivað hava Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth Fransiska Rasmussen. Útsagnirnar kunnu geva ta fatan, at starvsfólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði til lítar, og hetta elvir til ótryggleika á stovninum. Starvsfólkini á Bústøðum kenna seg ikki aftur í atfinningunum, og eingin innanhýsis kunning hevur verið um hesi viðurskifti, áðrenn tíðindaskrivið týsdagin. At starvsfólk á slíkan hátt skulu uppliva, at ivi verður sáddur um virksemið hjá stovninum, og frætta í fjølmiðlum at virksemið á teirra arbeiðsplássi skal endurskoðast og umskipast, er óvirðiligt og átaluvert, og starvsfólkini kenna seg ótrygg orsakað av útsagnunum. |
Hetta "cutwork" seingjateppi er eitt satt handverk úr 100% bummull við smáum mynstrum í bláum og hvítum. Stødd: 220 x 260 Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Gávukortið kann nýtast til valgfríða vøru úr handlinum myndin er til íblástur Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Stór jóladekorasjón við blokkljósi (247 tímar) og ævirósu Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Okkara dugnaligu blómubindarar seta saman vakra jóladekorasjón, við tilfari og litum ið eru tøkar í handlinum! Myndin er vegleiðandi. Tað er av alstórum týdningi, at tit í keypskurvini velja veitingarhátt. Avheintan Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost. Bílegging Tygum bíleggja við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar. Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send. Útkoyring um landið 3. Avheintan. |
Okkara dugnaligu blómubindarar seta saman eina vakra jóladekorasjón við tilfari sum er tøkt í handlinum Myndin er vegleiðandi Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Serstakt og útvalt teppi, framleitt av vintage Kantha teppum. Kantha er eitt slag av patch-work arbeiðshátti sum kvinnur úr eystur India skapa við hond. Við at endurnýta klædnapløgg hava kvinnur hondseyma og evna hesi vøkru teppi. Øll eru tey ymisk, onki er eins Stødd: 120 x 180 Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
GG Lampurnar eru eitt sindur ymiskar í mynstri og farvu Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Gamlar jarnkannur, sum fyrr vóru nýttar at bera vatn, og sum nú eru gjørdar til serstakar og vakrar lampur. Tær eru ymiskar og kunnu variera í stødd. Støddin er uml 40 x 35 Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Tríggir valmøguleikar eru: Útkoyring í Tórshavn Er tvær ferðir um dagin (uml. Prísir Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast. Gjaldsháttur Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Veitingarhættir Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt. Avheintan. |
Um tað er aftur og fram til arbeiðis, innkeyp og stovnar, ella ein longri biltúr kring oyggjarnar, er tað ongin trupulleiki við einum koyristrekki á 410 km (WLTP) og møguleika fyri skjótløðing við upp til 90 kW. Battaríi uppá 63 kWt kann løðast frá 30 prosentum til 80 prosent uppá 27 minuttir við skjótløðara Bilurin er spekkaður við hentleikum tú ikki hevði ímyndað tær finnast, hópin av trygdarútgerð, eitt viðførisrúm sum snilt kann taka upp til 1543 litrar, ella 432 litrar undir rullugardin, og serstakliga gott pláss til tey hepnu 5 sum sleppa við í bilin Kenslan av marglæti Lívið aftanfyri róðri í einum elbili er bara meira einfalt. Onki gearskifti, onki tarn. Set teg inn í bilin, traðka á bremsuna og set í D, so er klárt at koyra. Elmotorurin er fullur av megi, óansæð ferð, og við 204 HK fer tín U5 frá 0-100 km/t uppá einans 7,8 sekund. So tað er bara at traðka á spitarin tá tú vil avstað, og njót tað. Tá koyringin er eitt spæl, fært tú veruliga tíð til at njóta alt bilurin hevur at bjóða. Set teg væl tilrættis í teimum innbjóðandi setrunum við elektriskari stilling, góðum beinplássi bæði framman og aftan, ímeðan tú á 12,3” touch-skíggjanum velur tær tín yndistónleik til túrin. Við Aiways U5 er tann heilt stóri trygdarpakkin standard útgerð. Eitt nú tann sjálvvirkandi fartpiloturin, ið sjálvur heldur trygga frástøðu til bilin frammanfyri, vegbreyta hjálparin sum heldur bilinum mitt á vegbreytini, og allir teir sensorarnir ið ávara um bilar ið koma aftanífrá í tín blindvinkul, ella um eitt nú bilar eru á veg framvið bilinum tá tú stendur stillur, so tú ikki letur hurðar upp tá. Long garantitíð Tú kanst trygt líta á tín Aiways. Tú hevur fimm ára garanti ella upp til 150.000 km uppá bilin, 8 ára garanti ella 150.000 km uppá battarí og drívlinju, fýra ár garanti fyri feili í lakkinum og tíggju ár fyri rust gjøgnumtæring. Framkomin tøkni Aiways U5 er ein framkomin elbilur við klimastýrdum battaríi til gagns fyri koyristrekki og livitíðini hjá battarínum. Battarípakkin er framleiddur sum ein sokallað sandwich-samanseting, sum er eitt eindømi fyri Aiways, ið somuleiðis framleiða síni battaríir sjálvi. Samansetingin tryggjar, at køliveska ikki kann treingja niður í sjálva battarí selluna, um bilurin skuldi verði fyri einari vanlukku. Hetta minkar um vandan fyri skammlopi. Battaríi er eitt litium-ion ið er uppbygt av 24 luteindum av battarí sellum, ið er framleitt av einum av heimsins fremstu framleiðaranum av battarí sellum, nevniliga kinesiska CATL, ið eisini er veitari til Evropeiskir- og Amerikanskir framleiðarir av elbilum. Battaríi er 63 kWt sum svarar til 410 kilometrar sambart WLTP–Norminum (U5 Plus) Mestsum alt er standard Tað er einfalt at velja útgerð á Aiways. Tað mesta er nevniliga standard, og har er ein rúgva av tí. Sjálvt ein U5 Plus hevur tann heit stóra trygdarpakkan við eitt nú sjálvvirkandi neyðbremsu, vegbreytshjálpara, blindkvinkul ávaring, elektroniska klima skipan, elektriskt stilling av forsetrunum, 360 gradir panorama kamera og LED forlyktir. Ert tú meira til marglæti, so velur tú U5 Premium við m. a. leðurinntrekki, elektriskum panorama sóltaki, elektriskari viðførislúku við fótstýring, 19” alu-felgur og parkeringshjálpara. Tað er bert eftir hjá tær at velja litin á bilinum. Framleiddur á framkomnari bilaverksmiðju Aiways U5 verður framleiddur á spildurnýggjari bilaverksmiðju í Shangrao, ið liggur í ein útsynning úr Shanghai. Verksmiðjan er innrættað við nýggjastu tøknini. Framferðarhátturin er við nýmótans robottum og framleiðslutøkni frá týskum og sveisiskumm fyritøkum, sum eitt nú ABB og Siemens. Verksmiðjan er 90% sjálvirkandi, og á verksmiðjuni starvast áleið 1200 fólk. Nøgdin av framleiðsluni er á 150.000 bilar árliga, tó er verksmiðjan útgjørd til at kunna koma upp at framleiða 300.000 bilar árliga, og skal somuleiðis megna at framleiða 6 ymisk snið. Tann samlaða íløgan í verksmiðjuna er áleið 13 mia. danskar krónur. |
Í 1967 fær Berg Motors teir fyrstu Mazda bilarnar frá japansku Toyo Kogyo bilverksmiðjuni, og 1. mars 1968 varð sáttmáli undirskrivaður um beinleiðis innflutning av Mazda bilum til Føroyar. Sølan av Mazda bilum vaks skjótt um alt landið, og fyri at veita kundunum í Eysturoy betri tænastu, keypti fyritøkan fyrst í 70-unum ein bilverkstað á Glyvrum, har ein virkisbygningur seinni varð bygdur. Berg Motors fekk eisini umboð fyri Chrysler og seldu tá bilmerkini Simca, Sunbeam, Chrysler, Plymouth og Dodge. Síðst í 70-unum var nýggjur virkisbygningur bygdur við Staravegin í Havn, og Berg Motors fingu umboð fyri Scania lastbilar og bussar. Síðan 1993 hevur fyritøkan umboðað Avis bilútleigan, og síðan 2014 eisini Budget. Í 2004 fekk fyritøkan umboð fyri Suzuki, og í 2005 fyri Kia, Subaru, Rover, Daihatsu og Land Rover. Í dag hevur Berg motors umboð uppá Suzuki, Subaru, Aiways og Scania. Leys størv Einki starv er leyst at søkja í løtuni, men um tú hevur nakað serligt at leggja afturat okkara góða hópi, eru vit altíð áhugaði í at hoyra frá tær. |
Uppgávubók til Rokning 6, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini. |
Lær teg stavraðið er ein plakat við stavraðnum, har ein stuttlig og fitt mynd er til hvønn bókstav. Á myndini eru nógv orð, sum byrja við viðkomandi bókstavaljóði, og bókstavurin sæst bæði sum stórur og lítil, og hvussu hann verður skrivaður rætt. Plakatin fæst í trimum litum: reyð, grøn og gul. Tekningarnar eru tær somu sum í skrivibókini og bókstavaørkunum til Súluna. |
Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu. Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at næmingurin frá byrjan av skilir føroyska søgu sum partur av eini størri heild. Í bókini eru 7 kapitlar, sum byrja við fyrstu tíðini í Føroyum, nakað er um Føroyingasøgu og søgu annars fram til 1600-1700. |